Leygardagur 30. november 2024 | Nr. 48 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 22
SíÐa 13
SíÐa 4
SíÐa 34
SíÐa 52
SíÐa 57
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað er púra greitt, at ætlanin um komandi tunnilin til Suðuroyar ikki er búgvin til at leggja fyri løgtingið enn.
Tað vístu hoyringsfundirnir, sum hava verið í Suðuroy, Sandoy og í høvuðsstaðnum í vikuni. Tíbetur gerst tað nú greitt fyri alsamt fleiri, at tað als ikki eru tikin atlit til náttúruna í hesum uppskoti.
Tað ber ikki til, at størsta verkætlanin nakrantíð í Føroyum, skal elva til so stóra oyðileggingar av føroysku náttúruni. Tað ber ikki til, at umframt at skula rinda minst fimm milliardir krónur fyri sjálvan tunnilin, at verkætlanin hartil skal kosta oyðilegging av náttúruni kring tvey av vakrastu vøtnunum í landinum, Stóravatn og Lítlavatn við Djúpadal, umframt at náttúran í og rundan um tvær av landafrøðiliga sjáldsamastu bygdunum í Føroyum, í Hvalba og heima á Sandi, verður sorlað og oyðiløgd.
Verkætlanin, sum hon nú liggur á borðinum til politisku skipanina at taka støðu til, er ein turrgeld verkfrøðingaætlan, sum als ikki tekur faðurfrøðilig ella náttúruatlit.
Bert ein spurningur um at finna stytstu leið millum tvey punkt og fáa tunnilin millum hesi bæði punktini gjørdan so bíliga sum møguligt. Hvat skal henda frá tunnilsmunnunum og víðari leggja tey vertin í. Akkurát líka sum við Vágatunnlinum, har tað varð bundið í nærmasta landsveg uttan at taka atlit til vansan við at føra ferðsluna upp um Hálsin, sum við Norðoyatunnlinum, uttan at taka atlit til hvussu ferðslan skuldi leiðast gjøgnum Leirvíkar bygd, og við Eysturoyartunnlinum, uttan at taka atlit til, hvussu ferðslan skuldi leiðast gjøgnum Runavíkar bygd.
Tað mugu onnur taka sær av.
Gleðiligt er tí, at eisini hvalbingar, eins og heimasandsfólk, nú traðka fram, og siðiliga greiða frøðingum og myndugleikum frá hvussu skilabest er at fara fram
Vit hava fyrr á hesum stað ávarað ímóti at oyðileggja náttúruríkidømið heima á Sandi og í Djúpadali og víst á tað tápuliga í at seta borin í heilt norðuri í Sandvík. So hetta skal ikki endurtakast enn einaferð.
Tær og aðrar oddagreinar, ið snúgva seg um komandi Suðuroyartunnilin kunnu síggjast her:
Tunnilssjón frá 26. august 2023
Fýra túsund milliónir frá 9. desember 2023
Tunnilsvisjónir frá 9. november 2024
Veðrið má sær ráða frá 23. november 2024
Vit mugu ikki vera so fáfongd og halda, at bara hol kemur ígjøgnum, so eru allar súður syftar og Suðuroyggin bjargað. Tá má eisini vera ein ætlan fyri, hvat gerast skal við tilfarið, sum verður tikið upp úr undirgrundini.
Velbastaður er eitt ræðandi dømi um hvussu tað ikki skal gerast.
Ein og hvør, sum hevur koyrt sær ein túr millum vøtnini móti Djúpadali og Skarvanesi kann við egnum eygum ásanna, at hetta øki ikki tørvar nakra “lendisbetran”, sum annars lagt verður upp til í ætlanini hjá tunnilsfelagnum. Og sama er galdandi fyri dalin oman fyri Sandvík.
Føroyar stríddu seg frá minus 10 til minus 1 uppá umleið tjúgu minuttir í 2. hálvleiki, men Sveis, ið var greitt á odda meginpartin av dystinum, avgjørdi móti endanum
Basel, Sveis (Portalurin): Føroyska frumroyndin í EM-endaspælinum gjørdist sanniliga ein posi av blandaðum bommum. Tað var ógvuliga beiskt eftir eina "rímiliga byrjan", tað var á veg at gerast heilt søtt seint í 2. hálvleiki, men tað endaði við einum súrum tapi móti Sveis.
- Vit taptu móti okkum sjálvum.
Hetta staðfesti liðskiparin, Pernille Brandenborg, eftir dystin, og soleiðis varð tað í roynd og veru. Sveis hevur ikki eitt støði og spældi ikki nóg sannførandi í álopsspælinum til, at man kundi siga, at tær bara eru eitt so nógv betri hondbóltslið, at Føroyar "eiga" at tapa greitt móti teimum.
Føroysku kvinnurnar tyktust nervaðar av umstøðum, og nakrar ferðir mistu tær bara bóltin. Yvirtrakk og annað var eisini har. Spælið var als ikki nóg gott; tær góvu so at siga nøkur mál burtur við tekniskum villum og eftir 7 móti 6, og Føroyar funnu seg als ikki til rættis á stóra pallinum fyri steðgin.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdist søgulig, tá hon skoraði fyrsta málið í einum EM-endadysti fyri Føroyar
Sveisiska verjan hevði tamarhald á støðuni, og tá støðan varð 19-9 eftir 36 minuttir, sá tað út til at gerast eitt føroyskt stórtap. Tá sá avgjørt ikki pent út við føroyskum og "hondbóltsestetiskum" brillum
Hondbóltur er tó eitt løgið spæl: 5-1 verja við Janu Mittún fremst órógvaði nógv seinastu tjúgu minuttirnar, alllar stríddust væl, og í málinum stóð Rakul Wardum framúr væl. Annika Petersen hevði spælt væl, men Rakul sló sítt navn fast á stóra pallinum við fleiri stórbjargingum.
Í álopinum var Jana sum ein heilt annars spælari enn fyrsta korterið av dystinum, tá føroyski lyklaspælarin slett ikki fann stevið. Nú gjørdi hon eftir vild við málum og uppleggum í summum førum. Føroyingarnir bjóðaðu nógv meira av og komu nakað nærri á máltalvuni.
Seinastu løtuna kom stórur fjáltur á Sveis, og tá klokkan vísti 57.58, minkaðu Føroyar niður í eitt mál.
Nú hómaðu føroyingarnir heilt stóru afturvendanina. Seinastu tveir minuttirnar vann Sveis tó við stórum, og so stóðu føroysku kvinnurnar eftir við ongum og blandaðari kenslu. Tær høvdu nærum vent byrjanardystinum á ótrúligan hátt, men samanlagt var spælið ikki nóg gott til fáa nakað EM-stig.
Næsta uppgáva er Kroatia sunnudagin. Til tá skulu nógv mistøk lúkast burtur.
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29. november
Sveis - Føroyar 28-25 (13-7)
Dystargongdin:
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 min: 28-25
Føroyskir málskjúttaar:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 7 (2)
Lukka Arge (2)
Turið Arge Samuelsen 2 mál
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Johansen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 9/23 (39 prosent)
Rakul Wardum 8/20 (40 prosent)
Komandi dystur:
Sunnudagin kl. 14.30: Kroatia - Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
- Eg beklaði bara av mær sjálvari, tá eg hevði spælt bóltin víðari undir upptøkunum. Ikki pent og eitt sindur flovisligt sigur Súna Krossteig Hansen flennandi og fegnast um, at uppvenjingin við fótinum hevur verið góð
Í síðstu viku kom ein flottur lýsingafilmur út, sum Føroya Banki og Hondbóltssamband Føroya høvdu gjørt við kvinnulandsliðnum síðst í september í sambandi við, at EM-endaspælið nærkast.
Móti endanum av filminum síggjast upptøkur úr Gundadalshøllini har føroyska liðið koyrir eitt álop, sum endar við, at Jana Mittún sendir bóltin í netið.
Stutt áðrenn hevði Súna Krossteig Hansen "krossa" til Turið Arge Samuelsen, og um man hyggur væl aftur, so sæst at nummar 10 fer um koll, beint eftir at hon spælir bóltin víðari.
(Skíggjamynd)
Her sæst tað - fryst og "zooma inn" - tá Súna Krossteig Hansen beklar
Sum hon greiddi Portalinum frá eftir seinna EM-fyrireikingardystin móti Svøríki, so var tað "av sær sjálvari".
- Óheppið, ikki serliga pent og eitt sindur flovisligt.
Hetta sigur 24-ára gamla havnarkvinnan, sum nú einar níggju vikur eftir hendingini, kann flenna eitt sindur eftir henni.
- Tíbetur hevur tað gingið ordliga væl við uppvenjingini og eg eri til reiðar til EM, sigur Súna, ið kann gerast lyklaspælari hjá Føroyum í Sveis.
Sí allan lýsingarfilmin her:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Fyrsta eintakið av 16. kærleikskúluni varð handað forkvinnuni fyri Sinnisbata, sum hevur gjørt eitt gott og neyðugt arbeiði
Ársins kærleikskúla var týsdagin avdúkað á hátíðarhaldi, sum Dugni skipaði fyri á Listasavni Føroya. Tað er myndlistamaðurin Torbjørn Olsen, sum í ár hevur sniðgivi munnblástu glaskúluna, ið ímyndar kærleika og góðsku.
Hetta var hin sekstanda kærleikskúlan síðan hin fyrsta kom út.
Torbjørn Olsen greiddi sjálvur frá á hátíðarhaldinum í dag, at hann hevur brúkt kvinnuna sum ímynd av kvinnuni. Kvinnan er avmyndað á kúluni, og aftan fyri kvinnuna sæst ein pensilsstrok í gullliti. Listamaðurin sjálvur sigur soleiðis um motivið: “Tað er við kvinnuni, sum við listini – tann ektaða og so tann eftirgjørda”
Tá Dugni avdúkar ársins kærleikskúlu, verður fyrsta eintakið av kúluni altíð latið einum persóni, sum hevur verið ein virðilig fyrimynd fyri tað arbeiði, sum Dugni stendur fyri.
Elkin Klettheyggj, stýriskvinna í Dugna, handaði í hesum sambandi kærleikskúluna til Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, sum viðurkenning fyri “gott, málrættað og neyðugt arbeiði mongum at frama og øllum samfelagnum at gagni”.
Stýriskvinnan vísti á, at Sinnibati síðan stovnanina í 1982 verið við til at betra korini hjá fólki við skerdum førleika. Felagsskapurin hevur ótroyttiliga arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarligum avbjóðingum, og roynt at avstigmatisera tað at hava eina sálarsjúku.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.
Kærleikskúlan 2024 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.
Elkin Klettheyggj handar fyrstu kærleikskúluna til Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata (Myndir: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Búfesti: Í Føroyum flytur fimti hvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur. Í Íslandi er tað tíggjundi hvør. Meðan búfestið er batnað, stendur búfestið í stað í Føroyum
Hagstova Føroya kunngjørdi fyrr í ár nýggj hagtøl um búfesti. Nú hevur Hagstova Føroya samstarvað við íslendsku hagstovuna, Hagstofa Íslands, um gera upp búfestið hjá ættarliðum í Íslandi, soleiðis at nú ber til at samanbera føroyska og íslendska búfestið.
Búfestið lýsir, hvussu stórur partur av einum árgangi framvegis býr í landinum. Tað er gjørt við at fylgja neyvt teimum persónunum í árgangunum, sum búðu í landinum, tá ið teir vóru ein ávísan aldur og fram til í dag. Les meira um hugtakið niðast í greinini.
Munandi færri í tjúgunum flyta úr Íslandi
Tað er stórur munur á, hvussu nógv í Føroyum og í Íslandi fara uttanlands at búgva. Í Føroyum hevur tað tvørtur um ættarlið verið á leið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum. Umleið helmingurin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum.
Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum.
Í Íslandi er gongdin ein onnur. Tað eru munandi færri, sum í tjúguárunum fara uttanlands at búgva. Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum. Fyri árgangirnar fødd í 1990unum vóru tað á leið tíggju prosent, sum vóru flutt úr Íslandi. Tað sæst sostatt, at búfestið broytist millum íslendsku ættarliðini.
Samanborið við føroyskar ungdómar í tjúguárunum eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva. Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva. Endurflytingin er tí munandi størri í Føroyum enn í Íslandi.
Fleiri strikumyndir á hagstova.fo
Búfestið batnað í Íslandi – í Føroyum ikki flutt seg stórvegis
Í Føroyum er tað á leið fimti hvør í hvørjum ættarliði, sum ikki longur býr í Føroyum, tá ið tey eru í tretivunum. Búfestið hevur ikki flutt seg stórvegis í Føroyum millum ættarliðini.
Í Íslandi var tað millum eldru ættarliðini eisini áleið fimti hvør, sum ikki longur búði í Íslandi, tá ið tey vóru í tretivunum. Hetta er broytt nakað frá eldru ættarliðunum til yngru ættarliðini. Í yngru ættarliðunum er tað umleið tíggjundi hvør, sum ikki longur býr í Íslandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Klokkan 19:39 sunnukvøldið var spenningur á og kalsoyingar fingu ljós og hita aftur
Nakað fyri klokkan 13.30 sunnudagin fór streymurin í Kunoy og Kalsoy. Orsøkin var tvær linjur, sum slitnaðu í illveðrinum farna vikuskiftið, og sum ikki bar til at umvæla meðan veðrið herjaði.
Koblað varð um, so streymurin var skjótt aftur í Kunoy, men í Kalsoy bar ikki til at kobla um á sama hátt. Fólk hjá Sev fóru út í Kalsoynna við tveimum aggregatum.
Annað fyri at fáa rampuna at virka, so lastbilarnir kundu sleppa í land.
Seinna aggregatið varð síðan sett upp, so bygdirnar kundu fáa streym aftur. Klokkan 19.39 var spenningur á, og kalsoyingar fingu ljós og hita aftur.
Sev sigur, at hugt verður eftir linjunum so skjótt tað ber til.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Keypssáttmálin varð undirskrivaður í vikuni. Spf. NM Holding og Pf. Farcod, sum áttu helvt um helvt í SMS eru nú millum stóru partaeigararnar í stóra íslendska samtakinum Hagar hf.
Børsskrásetta íslendska samtakið, Hagar hf, hevur nú endaliga keypt Pf. SMS, og samstundis eru fyrrverandi partaeigararnir í Pf. SMS vorðnir partaeigarar í Hagar hf. Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa við hesum øktar møguleikar at menna virksemið og vøruúrvalið
Partaeigararnir í Pf. SMS hava endaliga avhendað øll partabrøvini til stóra íslendska samtakið Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum. Partarnir skrivaðu undir keypssáttmálan tann 27. november.
Spf. NM Holding og Pf. Farcod hava átt helvt um helvt av Pf. SMS. Samstundis sum Hagar hf. hevur yvirtikið øll partabrøvini í Pf. SMS, hava fyrrverandi eigararnir í føroyska samtakinum keypt so nógv partabrøv í Hagar hf, at føroysku partaeigararnir nú teljast ímillum 15 teir størstu eigararnar í stóra íslendska samtakinum.
Niels Mortensen, ið eigur Spf. NM Holding, heldur fram sum stjóri í Pf. SMS. Hann heldur tað hava stóran týdning, at fyrrverandi partaeigararnir í Pf. SMS kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har teir framvegis fáa ávirkan á virksemið í SMS-samtakinum.
- Vit kunnu halda á at menna SMS saman við øllum okkara dugnaligu starvsfólkum, har vit fáa nýggjar møguleikar í nýggjum kørmum. Okkara framúr góðu og trúføstu starvsfólk hava í áratíggju ment SMS-samtakið til eina týðandi og høgt virðismetta fyritøku í føroyska samfelagnum, og nú halda vit ferðina fram saman við Hagar hf, sigur Niels Mortensen.
Stjórin í Pf. SMS metir, at tað fer at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónushandlunum og Mylnunum, at Pf. SMS er innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri Pf. SMS er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval, Hagar hf. rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufeløg, klædna-handilsketuna Zara og mangt annað serstakt virksemi í Íslandi.
Samtaksstjórin í Hagar hf, Finnur Oddsson, fegnast um keypið og bjóðar Pf. SMS vælkomnum upp í Hagar-familjuna.
- Pf. SMS er ein væl rikin fyritøka, sum hevur ein týðandi leiklut í Føroyum. Pf. SMS bjóðar bíligar gerandisvørur og góðar upplivingar, tá farið verður til handils, og tað er í tráð við missiónina hjá Hagar hf. Vit eru errin av at átaka okkum ábyrgdina at eiga Pf. SMS, og vit vilja halda fram at stuðla menning og vøkstri, sum gagnar føroyingum, staðfestir Finnur Oddsson.
Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar hf, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast dagliga í samtakinum, og tað svarar til umleið 1.450 fulltíðarstørv. Umsetningurin hjá Pf. SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá Pf. SMS svarandi til 286 fulltíðarstørv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Fyritøkan hevur í longri tíð verið partur av bilasølu í Niðurlondum, men bjóðar sínar tænastur fram í Føroyum
Týsdagin 26. november lat Føroya Bilasøla dyrnar upp. Hetta er eitt nýtt slag av bilasølu. Fyrst og fremst er talan um brúktar bilar, sum verða innfluttir til Føroya, men møguleiki verður eisini fyri at innflyta nýggjar bilar.
- Vit eru sannførdir um, at vit kunnu bjóða kappingarførar prísir og samstundis gera tað lætt fyri okkara viðskiftafólk at keypa næsta bilin, sigur Adam Andreasen, stjóri í Føroya Bilasølu.
Fyritøkan hevur í longri tíð verið partur av bilasølu í Niðurlondum, men fer nú at bjóða sínar tænastur fram í Føroyum.
- Endamálið er at veita eins góða tænastu her í Føroyum, sum vit frammanundan gera uttanlands. Av tí at vit eru partur av bilasøluni í Niðurlondum, so er eitt millumlið skorið burtur í tilgongdini at keypa nýggjan bil. Harvið er tryggleikin í hásæti, samstundis sum tað er eitt garanti fyri góðsku, leggur Adam afturat.
Á heimasíðuni ber til at finna alskyns nýggjar og brúktar bilar. Bæði persónbilar og vørubilar. BMW, Mercedes-Benz, Audi, Volkswagen, Opel, Toyota, ein klassiskan reyðan Ferrari – ja, enntá ein Tesla Cybertruck kann man fáa fatur á.
- Tað, sum sæst á heimasíðuni, er bert ein brotpartur av øllum bilunum, sum vit hava atgongd til. Av tí at vit eru partur av niðurlendsku bilasøluni, so hava vit atgongd til bilar í túsundatali hvørja viku, sigur stjórin í nýggju fyritøkuni at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Minni gott ár hjá bilasølunum í 2023. Greining av gongdini og ársúrslitunum
Ráðgevarafyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av gongdini og úrslitunum hjá samlaðu bilasølunum árini 2019 til 2023.
Talan var um eitt minni gott ár hjá bilasølunum í 2023. Fallið í skrásetingum av nýggjum bilum í 2023 er helst høvuðsorsøkin til at árið hjá bilasølunum gjørdist munandi verri enn árini frammanundan.
Hagtølini frá Akstovuni vísa, at sølan av akførum, sum verða seld sum persónbilar, vørubilar og hýruvognar, er nógv fallin seinastu fimm árini. Persónbilasølan er eitt nú fallin yvir 30 prosent í tíðarskeiðinum 2019 til 2023.
Á talvunum sæst eitt greitt samanfall millum minkaðu søluna av akførum og tað fallandi rakstrarúrslitið hjá øllum bilasølunum seinastu fimm árini. Tó var úrslitið í 2021 tó ein hækking og var samlað eitt rímuliga gott ár.
Waag hevði nógv besta úrslitið í 2023
Tá hugt verður eftir úrslitinum hjá øllum bilasølunum í 2023, so kunnu vit staðfesta, at Waag Bilar hevði nógv besta úrslitið við 19,8 milliónum krónum í avlopi eftir skatt. Tó má fyrivarni takast fyri, at í tølunum eru úrslit á 9,5 milliónir krónur frá dótturfelagum, harav ein stórur partur stavar frá virðisjavnan ella uppskriving í sambandi við keyp av Pf. Auto Service í 2023.
Waag Bilar er væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi við ársenda 2023 upp á 78 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevni á heili 61 prosent. Felagið hevur onga langfreistaða skuld og hevur tøkan pening á 9,8 milliónir og likviditetsgrad á 174 prosent.
Næstbesta roknskaparúrslitið í 2023 hevði Pf. Reyni Service, sum hevði eitt avlop á 4,1 milliónir krónur. Reyni Service er eisini ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi upp á 51,7 milliónir krónur og einum trygdarevni á 34,3 prosent og likviditetsgrad á 107 prosent.
Á niðasta plássi í 2023 var Pf. Auto Service við einum halli á 11 milliónir krónur. Viðmerkjast skal tó at Pf. Waag Bilar hava yvirtikið Pf. Auto Service í 2023. Tí kunnu ávísar roknskaparligar reguleringar hava ávirkað úrslitið í 2023.
Roknskapartølini hja øllum átta bilasølunum kunnu síggjast á talvuni niðanfyri, har tølini eru sammett.
Hvussu roknskaparúrslitini hjá bilasølunum fyri 2024 fara at hilnast vita vit av góðum grundum ikki enn. Tó er staðfest, at Akstovan aftur í 2024 hevur skrásett minni av nýggjum akførum samanborið við í 2023.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um at tryggja fýra verkætlanum fígging fyri 34 milliónir krónur tilsamans
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í avtalu um donsku fíggjarlógina tryggjað fýra føroyskum verkætlanum fígging fyri samanlagt 34 milliónir krónur.
Pengarnir fara til nýggja sjósavnið, Pakkhús 18 á Tvøroyri, føroyska heimildarfilmsframleiðslu og Tjóðsavnið.
Talan er bæði um verandi verkætlanir, sum nú koma á mál, og um heilt nýggjar verkætlanir.
Sjúrður Skaale og Nicolai Wammen, danskur fíggjarmálaráðharri
15 milliónir til Føroya Sjósavn frá 2026-2028
Í fjørð gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um 20 milliónir krónur til nýggja sjósavnið í Havn. Játtanin var treytað av, at restin av fíggingini kom upp á pláss í 2024, og skuldi so rindast frá 2025 og fram – annars skuldu pengarnir fella burtur.
Tað hevur tíverri ikki eydnast at finna restina av fígginini, men samráðingar eru við fleiri partar, og til tess at bøta um møguleikarnar fyri at tær eydnast, hevur Sjúrður gjørt somu avtalu einaferð enn: 15 milliónir falla til gjaldingar frá 2026 og trý ár fram treytað av, at leiðslan fyri verkætlanini fær restina av fígginini uppá pláss áðrenn eitt ár er farið.
Eydnast tað ikki, verða tær 15 milliónirnar frá danska statinum ikki rindaðar.
- Vit liva ikki bara, sum skaldið sigur, 'mitt i sjónum', vit liva eisini av sjónum. Tí er meira upplagt í Føroyum enn nakra aðrastaðni at hava eitt stað, har lívið í sjónum verður sýnt fram, og sum kann hýsa altjóða gransking um hetta. Tí vil Javnadarflokkurin einaferð enn royna at skumpa undir verkætlanina um eitt framkomið Sjósavn í Føroyum, hóast tað tekur tíð at fáa fíggingina uppá pláss, sigur Sjurdur Skaale.
3 milliónir til at gera Pakkhús 18 liðugt
Í 2020 fekk Sjúrður avtalu í lag, sum tryggjaði 11 milliónir krónur til at umvæla og umbyggja Pakkhús 18 á Tvøroyri til eitt savnshús, sum lýsir Tvøroyra og Føroya søgu.
- Verkætlanin er dýrkað nakað orsakað av óvanligu príshækkanini seinastu árini, men við nýggju avtaluni kann savnið loksins gerast liðugt, og hesin parturin av gomlu handilshúsunum hjá Thomsen er nú framtíðartryggjaður, sigur Sjúrður Skaale.
10 milliónir til føroyska filmsframleiðslu
Saman við Onnu Falkenberg og IA úr Grønlandi hevur Sjúrður Skaale eisini gjørt avtalu um samanlagt 30 milliónir krónur til at halda fram við Norddok filmspuljuni, sum stuðlar framleiðslu av heimildarfilmum um Føroyar og Grønland.
- Eg tók sjálvur vegna Javnaðarflokkin stig til hetta fyri nøkrum árum síðani, og úrslitið er eins gott og eg hevdi vónað. Fleiri filmar eru komnir burturúr, og fleiri eru a veg. Tí stuðlar Javnaðarflokkurin undir, at hetta heldur fram. Men vónin er sjalvandi, at føroyingar sjálvi seta meiri pening av til føroyska filmsframleiðslu, sigur Sjúrður Skaale.
6 milliónir til føroyska náttúrugransking og skráseting
Við fíggjarlógaravtaluni er eisini lagt upp til, at Tjóðsavnið fær 6 milliónir krónur komandi fýra árini til at luttaka í CAFF arbeiðsbólkinum undir Arktiska ráðnum.
Endamálið er m.a. at savna inn og skráseta vitan um plantu og djóralív í Føroyum, sum í løtuni ikki er nóg umfatandi til at kunna samanberast við vitanina í øðrum arktiskum londum. Fíggingin er treytað av, at avvarðandi myndugleiki í Føroyum tekur undir við verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Hetta var fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið er í bankanum á eftirlitisvitjan innan hvítvaskøkið.
Fíggjareftirlitið metir, at váðin fyri, at Suðuroyar Sparikassi verður nýttur til hvítvask og fígging av yvirgangsvirksemið, er miðal-høgur. Hetta er sami váði, sum bankin hevur í síni váðameting, og er sama váðastøði, ið bankar, sum Suðuroyar Sparikassi kann sammetast við, hevur.
Fíggjareftirlitið hevur álagt Suðuroyar Sparikassa at endurskoða politikkir innan hvítvaskøkið soleiðis, at teir samsvara enn meira við váðametingina, og at javnan dagføra kundakunnleikan.
Síðani eftirlitisvitjanina er nýggj skipan tikin í nýtslu, har kundakunnleikin javnan verður dagførdur – hetta ger, at kundar eitt nú fáa boð í netbankan, har teir verða spurdir um bankasambandið við Suðuroyar Sparikassa. Harumframt er mannagongdin broytt fyri viðgerð av fráboðanum, soleiðis at tað klárt og týðiligt framgongur, hvat verður gjørt.
Suðuroyar Sparikassi tekur frágreiðingina til eftirtektar og neyðugu tillagingarnar eru longur settar í verk.
Tíðindaskriv frá Suðuroyar Sparikassa
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Bara frá Skúlanum á Fløtum í Havn vóru yvir 1.400 jólakort send avstað í vikuni
Í hesum døgum eru tað nógvar ommur, abbar, gubbar, gummur og onnur, ið kunnu vænta sær eina fitta heilsan frá einum barni, sum gongur í føroyska fólkaskúlanum.
Nám og verkætlanin Føroyar Lesa hava sent umleið 15.000 jólakort í frankeraðum við frímerki og jólamerki til næmingar í føroysku skúlunum. Nógvir skúlar hava tikið undir við átakinum og eggja næmingunum at senda jólakort til onkran, sum tey vilja ynskja eini gleðilig jól.
Regin Marnersson skúlastjóri letur tær 1.400 jólaheilsanirnar til postmannin (Mynd: Skúlin á Fløtum)
Ein av allarstørstu skúlunum í Føroyum, Skúlin á Fløtum í Havn, skrivar á heimasíðini, at har haðani hava tey í morgun sent omanfyri 1.400 jólakort við eini persónligari heilsan avstað.
Skúlin skrivar, at mestsum allir næmingarnir í Skúlanum á Fløtum, Gulaskúla og í Lopfjølini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort.
Skúlin hevur tikið væl ímóti átakinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.
- Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar. Og onkur einstakur hevur eisini sent mær eina jólaheilsan, sigur Regin við einum smíli.
Jólakortini eru eitt átak hjá Føroyar lesa. Regin sigur, at hetta er eitt stuttligt og serligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan øðrvísi enn tey eru von við.
Við upp á at senda ‘gamaldags heilsan’
- Tá vit spurdu, vóru tað bara nøkur heilt fá, ið kendu til jólakort og enn færri, ið høvdu roynt at skriva ella tekna eitt. So tá vit høvdu greitt frá, hvat jólakort merktu fyri tey, ið eru nakað eldri enn hesi, sum nú ganga í skúla, vóru tey beinanvegin við upp á at senda eina "gamaldags heilsan", sum tey nevndu tað.
So næmingarnir frá forskúla til 9. flokk hava teknað og skrivað heilsanir til bæði nær og fjar seinastu vikuna. Tey flestu brøvini eru til adressur í Føroyum. Nakað av heilsanum fara til Danmarkar og onnur norðanlond, men her vóru eisini heilsanir til m.a. Fraklands, Senegal, Italia og so langt sum til Avstralia.
Skúlin á Fløtum hevur tikið væl undir við átakinum og mælir til, at hetta eisini verður samskipað av Føroyar Lesa næstu árini.
- Ja, hetta halda vit fegin fram við, um Føroyar Lesa og Posta stuðla einum slíkum átaki aftur næsta ár. So vónandi heldur næsti stjórin í Posta eisini, at hetta er eitt gott hugskot, sigur Regin Marnersson við heimasíðuna hjá skúlanum.
Vónandi verður hettta eitt afturvendandi tiltak
Eisini á Námi, har Føroyar Lesa heldur til, hava tey fingið jaligar afturmeldingar um átakið við at eggja næmingunum at skriva jólaheilsanir.
Ein lærari skrivar soleiðis:
“Góðu tit øll, sum hava skipað fyri hesum sera góða og hugnaliga tiltaki.
Hetta hevur verið sera áhugavert at gera saman við næmingunum og tey hava lært nógv, nú vit hava skrivað jólakort.
Fleiri av okkara næmingum høvdu ongantíð hoyrt um frímerki. Fleiri høvdu ongantíð skrivað bræv í hond og fleiri vistu ikki hvør bústaður teirra var.
Vónandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak.”
Herundir er ein filmur um átakið, sum nakrir næmingar á NámX gjørdu hava gjørt um átakið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Sirið Stenberg er varaløgkvinna, nú hon hevur yvirtikið leiðsluna í Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi er nú varaløgkvinna.
Tað er kunngjørt í kunngerðarblaðnum, mikudagin.
Høgni Hoydal hevur verið varaløgmaður, síðan núverandi samgonga varð skipað í desember 2022, men nú hann er farin frá sum formaður í Tjóðveldi, og Sirið Stenberg er forkvinna í flokkinum, verður hon eisini varaløgkvinna.
Sirið Stenberg er ikki fyrsta kvinna at røkja hendan sessin, men hon er fyrsta kvinna at bera heitið "varaløgkvinna". Áðrenn tingskipanin og stýriskipanin bleiv broytt, varð heitið "varaløgmaður" brúkt um bæði menn og kvinnur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Lærarafelagið í Danmark mælir til at avtaka allar fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum, og hesum tekur formaðurin í Føroya Lærarafelag undir við
Lærarafelagið í Danmark mælir til at avtaka allar fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum. Heldur skulu lærarar gera eina endaliga meting av fakliga støðinum hjá næmingunum.
Gransking hevur víst, at fráfaringarroyndir ikki gera undirvísingina betri, og uttan hesar royndir kunnu lærarar savna seg meira um undirvísingina, er grundgevingin m.a.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tekur undir við uppskotinum hjá danska lærarafelagnum um at avtaka allar fráfaringarroyndirnar í øllum lærugreinum í fólkaskúlanum.
- Eg eri rættiliga samdur við teimum. Kortini haldi eg, at tað er skilagott at halda fast við at hava smærri støðuroyndir, men tað er bara til innanhýsis amboð hjá læraranum fyri at vita, hvar næmingarnir eru fakliga. At taka fráfaringarroyndirnar av merkir ikki, at vit ikki seta týðilig krøv ella hava greiðar væntanir til næmingarnar. Tað merkir bara, at vit hava álit á, at lærarin kennir sínar næmingar og kann geva eina rættari meting av støðuni enn nøkur roynd, sigur hann við Skúlablaðið.
Við at gera eina meting av næminginum við orðum heldur enn við karakterum, ber til at taka onnur viðurskifti við, so sum røkiskap, arbeiðslag, úthaldni og annað aftur at ítøkiligu fakligu støðuni. Hetta er alt grundleggjandi førleikar, sum næmingarnir hava tørv á at menna í fólkaskúlanum og sum hava týdning fyri at klára seg í samfelagnum, vísir formaðurin í lærarafelagnum á.
– Við fráfaringarroyndini er nógv upp á spæl hjá næminginum, sum upp á 20 minuttir ella so skal avrika og prógva, hvat hann dugir eftir 9 ár í skúlanum, og úrslitið frá próvtøkuni er mangan ikki rætta myndin av støðuni, tí næmingurin kann vera heppin ella óheppin. Hann skal avrika undir trýsti, og tað er kanska tann førleikin, sum fyrst og fremst verður testaður til próvtøkuna.
Tíðin, sum verður brúkt til fráfaringarroyndirnar, kundi eisini verið brúkt so nógv skilabetri, og tí eiga vit at skera munandi av fráfaringarroyndunum, og kanska bara halda fast við fráfaringarroyndirnar í móðurmálinum og støddfrøði, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Undir øllum umstøðum eiga vit at seta hol á kjakið og hyggja at, hvat verður gjørt aðrastaðni og at gera tillagingar.
– Vitlíki noyðir okkum eisini at endurskoða alt, sum hevur við próvtøkur at gera, so um vit vilja tað ella ei mugu broytingar gerast, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
Stórur dagur á Landssjúkrahúsinum mikudagin
Tað varð ein stórur dagur á Landssjúkrahúsinum mikudagin, tá B&U Somatik fltti í H-bygningin.
Barnadeildin hevur áður verið staðsett á B5 og neonatal á føðideildini, og flytingin inniber eina samanlegging av deildum. Framyvir verða deildirnar kallaðar B&U Somatik. Sum navnið sipar til eru tað børn og ung við likamligum sjúkum, ið framvegis verða innløgd á deildini.
Flytingin hevur eisini við sær, at bæði sjúklingar og starvsfólk fáa betri karmar og umstøður at arbeiða í, og nýggi bygningurin gevur fleiri møguleikar innan viðgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Time og hagtalsfyritøkan Statista hava valt 500 fyritøkur kring heimin, sum hava víst framúrskarandi avrik innan burðardygd, samstundis sum tær hava varðveitt eina sterka fíggjarliga støðu
Altjóða miðilin, Time, hevur kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu fyritøkur, tá talan er um burðardyggan vøkstur. Time og hagtalsfyritøkan Statista hava valt 500 fyritøkur kring heimin, sum hava víst framúrskarandi avrik innan burðardygd, samstundis sum tær hava varðveitt eina sterka fíggjarliga støðu.
- Henda viðurkenningin vísir, at vit eru á røttu kós, hóast vit framvegis arbeiða miðvíst eftir at gera framstig hvønn dag. Tað snýr seg júst um burðardyggan vøkstur, og tí eru vit ógvuliga fegin um viðurkenningina, sigur Tordis Poulsen, samtaksleiðari fyri burðardygd í Bakkafrost.
Metingin hjá Time og Statista er grundað á inntøkuvøkstur, fíggjarligt støðufesti og umhvørvisliga ávirkan hjá fyritøkum kring allan heim.
Einans fyritøkur, ið kunnu vísa á gjøgnumskygd tøl úr eitt nú burðardygdsfrágreiðingum, vóru við í metingini. Umhvørvislig ávirkan fevnir í hesum førinum um CO2 útlát (vav 1, 2 og 3), orku- og vatnnýtsla umframt handfaring av burturkasti.
Bakkafrost hevur sett sum mál at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni við 50 prosentum áðrenn 2030. Umframt hetta skal óbeinleiðis ávirkanin minkast við 52 prosentum pr. tons av framleiddum vørum í sama tíðarskeiði.
Harumframt hevur Bakkafrost sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Skattalættin var mettur at kosta 14,5 milliónir krónur – Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum átti uppskotið
Tórshavnar býráð felti á býráðsfundi hósdagin eitt uppskot hjá Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum um at lækka kommunuskattaprosentið úr 19 prosentum í 18,75 prosent næsta ár.
Uppskotið hevði kostað kommununi 14,5 milliónir krónur, og skuldi fíggjast við at lækka raksturin hjá kommununi.
Uppskotið fall við fimm atkvøðum fyri, seks atkvøðum ímóti, og tveimum blonkum atkvøðum.
Fyri atkvøddu Birgir Nielsen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk og Annfinn Brekkstein, og ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam, og Annika Olsen.
Súsanna Olsen og Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum var á fundinum fyri Bjørg Dam, sum ikki fekk møtt, atkvøddu blankt.
Birgir Nielsen sigur seg harmast um, at uppskotið fall.
- Fleiri uppliva ovurhondsstóran prísvøkstur á eitt nú matvørum og rentum síðstu árini. Tí haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gera ítøkilig tiltøk, sum lætta um hjá okkara borgarum, sigur hann í lesarabrævi.
- Eg haldi, at borgararnir í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betri, og tí harmist eg nógv um, at uppskotið fall.
Birgir Nielsen legði sama uppskot fram í 2022 – tá við lækking á 0,5 prosent, men uppskotið fall.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
Nevndirnar vóru mannaðar á fundi í vikuni
Komandi býráðið í Sunda kommunu er nú skipað. Fyrsti fundurin hjá nývalda býráðnum, sum tekur yvir á nýggjárinum, varð hildin 14. november, tá borgarstjóri og varaborgarstjóri vórðu vald.
Eyðstein Zachariasen, fyrstvaldur á lista C verður borgarstjóri, og Jóhanna Paula við Streym, fyrstvald á lista B (kvinnulistanum) verður varaborgarstjóri.
Á tí fundinum hendi tað, at núverandi borgarstjórin, Jógvan Kruse, vegna minnilutan í komandi býráð (Trygvi Kallsoy, Marni E. Joensen, Jógvan Kruse og Rógvi Nybo) skjeyt Jóhonnu Paulu við Streym upp sum borgarstjóra. Men hetta uppskotið fall. Sjálv atkvøddi Jóhanna Paula ímóti.
Eftir tað skjeyt Jóhanna Paula við Streym upp, at velja Eyðstein Zachariassen til borgarstjóra, og tað uppskotið varð samtykt við seks atkvøðum fyri og fýra ímóti.
Ingibjørg Egholm á kvinnulistanum greiddi ikki atkvøðu í hesum atkvøðugreiðslunum.
Valið av Jóhannu Paulu við Streym til varaborgarstjóra var einmælt.
Á fundinum í mikukvøldið vórðu nevndirnir valdar. Síðani fyrra fundin er hent tað, at Marni E. Joensen er komin við í valbólkin hjá meirilutanum, sum nú telur átta býráðslimir: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym, Marni E. Joensen, Lena Dam, Haraldur S. Hammer, Rakul Martinsdóttir Johansen, Hallgerð Hansen og Ingibjørg Egholm.
Í minniluta eru: Jógvan Kruse, Rógvi Nybo og Trygvi Kallsoy.
Komandi nevndirnar í Sunda kommunu síggja soleiðis út:
Fíggjarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Lena Dam, varaforkvinna, Haraldur S. Hammer. Marni E. Joensen og Jógvan Kruse.
Tekniskanevnd: Lena Dam, forkvinna, Rakul M. Johansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo.
Trivnaðarnevnd: Hallgerð Hansen, forkvinna, Hanna Paula við Streym, varaforkvinna, Rakul M. Johansen, Marni E. Joensen og Trygvi Kallsoy.
Vinnu- og umhvørvisnevnd: Haraldur S. Hammer, formaður, Hallgerð Hansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo.
Tilbúgvingarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Hanna Paula við Streym, næstforkvinna, og Trygvi Kallsoy.
Stýrið fyri VEKS: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym og Jógvan Kruse.
Umboð í Sev: Haraldur S. Hammer
Umboð í IRF: Lena Dam
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Umframt at skatturin lækkar eitt hálvt prosentstig, hækkar barnafrádrátturin við 1.500 krónum
Frá ársskiftinum verður skattaprosentið í Sunda kommunu lækkað við einum hálvum prosentstigi, úr 20,95 niður í 20,45 prosent. Samstundis hækkar barnafrádrátturin við 1.500 krónum, úr 6.500 til 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
Á býráðsfundinum í vikuni varð málið umrøtt um at lækka skattin og hækka barnafrádráttin við breiðari undirtøku í øllum nevndum. Eitt broytingaruppskot um at lækka skattin við 0,5 prosentstigum heldur enn 0,25 stigum, ið varð tilmælt, varð samtykt.
Broytingin er ein týðandi liður í at lætta um fíggjarliga hjá borgarunum og barnafamiljum í Sunda kommunu.
Fleiri íløgur næsta ár
Fíggjarætlanin fyri 2025 umfatar íløgur fyri 45,6 milliónir krónur. Størstu verkætlanirnar fevna um útstykkingar, læknaviðtaluna við Norðskála, Hvalvíkar skúla, spillvatnskipan í Tjørnuvík og Saksun, vetrarfriðing, kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík, bátahyljar á Oyrarbakka og í Hósvík, náttúrulundina og vegir og lendisgøtur.
Harumframt er dentur m.a. lagdur á at betra um uttanumøkið á dagstovnaøkinum, styrkja viðlíkahaldið av bygningum, og gera átøk innan tilbúgving, vinnuøki, fríðkan og grøna orkuskiftið, umframt at styrkja um veitingareindina, skrivar Sunda kommunu á heimasíðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Hans Anders Jacobsen verður nýggjur borgarstjóri, og sitandi borgarstjórin, Artur Johansen verður nýggjur varaborgarstjóri
Leygardagin varð nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu skipað.
Hans Anders Jacobsen verður nýggjur borgarstjóri, og sitandi borgarstjórin, Artur Johansen, verður nýggjur varaborgarstjóri.
Hans Anders Jacobsen var toppskorari á kommunuvalinum í Sjóvar kommunu við 75 persónligum atkvøðum, meðan Artur Johansen fekk 72.
Sambært heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, verða nevndirnar skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd:
Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Artur Johansen
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd:
Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, Artur Johansen
Tøkni- og býarskipanarnevnd:
Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø, Sonni Johansen
Vinnu- og havnanevnd:
Sonni Johansen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen
Mentanar- og frítíðarnevnd:
Drós Ellingsgaard, Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn
Nevndirnar skipa seg sjálvar.
Umboð í samstarvsnevndir:
Kongshavnar havnastýri: Sonni Johansen. Roðin: Drós Ellingsgaard. Borgarstjórin er fastur limur í Roðanum. Skúlastýrið: Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn. IRF: Sandra L. Østerø. SEV: Sandra L. Østerø. Kommunufelagið: Borgarstjórin. Skálafjarðar sløkkilið: Borgarstjórin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Noomi Káradóttir Rasmussen var ímóti, at fundurin leygardagin, har nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipaði seg, var fyri afturlatnum hurðum, og tað er orsøkin til, at hon ongan nevndarsess hevur fingið, sigur hon
Á fundi leygardagin varð nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu skipað.
Á fundinum varð Hans Anders Jacobsen valdur til borgarstjóra, og Artur Johansen valdur til varaborgarstjóra. Eisini vórðu nevndirnar skipaðar.
Ein, sum ongan nevndarsess hevur fingið, er Noomi Káradóttir Rasmussen, sum fekk triðflestar atkvøður á kommunuvalinum - eftir Hans Anders Jacobsen og Artur Johansen - og sum var toppskorari á Lista A við 64 persónligum atkvøðum.
Orsøkin er, at Noomi Káradóttir Rasmussen var ímóti, at fundurin var fyri afturlatnum hurðum, sigur hon í skrivligari fráboðan.
– Tað er grundleggjandi fyri opinleika og fólkaræði, at borgarar hava møguleika at vera til staðar, tá ið nývalda kommunstýrið verður skipað, sigur Noomi Káradóttir Rasmussen.
Breið semja varð annars gjørd 13. november, sum m.a. innibar, at Noomi Káradóttir Rasmussen skuldi fáa tríggjar nevndarsessir, sigur hon, men nú fær hon onga ávirkan.
– Listi B saman við tveimum kvinnum á lista A hava valt at skipa seg í valbólk og sostatt halda meg uttanfyri. Tí havi eg ongar nevndarsessir fingið. Hetta er forkláringin uppá, at mítt navn ikki er at síggja á almennu fráboðanini frá Sjóvar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Hetta verður fíggjað við lántøku. Barnafrádrátturin verður hækkaður við 1.000 krónum, og íløgur verða gjørdar fyri beint yvir 23 milliónir næsta ár
Sitandi kommunustýrið í Sjóvar kommunu var savnað mánakvøldið, og samtykti tá fíggjarlógina fyri 2025.
Greitt er, at hall fer at vera á beint yvir 15 milliónir í fíggjarætlanini. Hetta verður fíggjað við lántøku.
Inntøkurnar verða størri enn útreiðslurnar, men íløgurnar vera rímiliga nógvar og hava virði á 23,2 milliónir.
Barnafrádrátturin í Sjóvar kommunu hækkar eisini við 1.000 krónum: Til 8.000 krónir um mánaðin. Skattaprosentið verður óbroytt á 21 prosentum.
Tøl úr fíggjarætlanini hjá Sjóvar kommunu
Inntøkur: kr. 73.008.600
Útreiðslur: kr. 64.962.700
Rentur/rentustuðul: kr. 2.698.300
Avlop: kr. 8.045.900
Avdráttir: kr. 5.603.600
Íløgur: kr. 23.202.400
Hall: kr. 15.156.500 (Sum verður fíggjað við lántøku)
Skattaprosentið verður verandi á 21 prosentum
Barnafrádrátturin verður 8.000 krónur - hækkað við 1.000 krónum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Úr 21,1 prosentum til 20,9 prosent. Hesum boðar Bjarni Johansen frá, vegna sitandi býráð. Fíggjarætlanin varð samtykt fríggjadagin
Tað er framvegis ikki eydnast nývalda býráðnum í Vági at skipa seg, tí øll vilja ikki møta á fundi eftir rumbli seinastu smáu tvær vikurnar. Tað hevur millum annað havt við sær, at sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, er farin úr Javnaðarflokkinum.
Tað eydnaðist tó sitandi býráðið at hava fund farna fríggjakvøld og samtykkja fíggjarætlanina fyri 2025 við aðru viðgerð.
Hon inniber millum annað lægri skattaprosent (0,20 undir tí sum tað er nú) og íløgur fyri 6 milliónir krónur.
Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 78 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða 7 milliónir.
Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 51 milliónir krónur, tá er tikin hædd fyri skattalættanum. Eftirlønarskattur er mettur til 18,4 milliónir. DIS, FAS og aðrir frádráttir verða 3,9 milliónir, meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,5 milliónir krónur.
Skattalættin kostar áleið 500.000 krónur.
Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2025 mettur at kosta góðar 70 milliónir.
Tað er serliga almanna- og heilsumál, kommunal fyrisiting, umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Norðurlendska ráðharraráðið hevur samtykt, at Føroyar fáa fullan limaskap í Nordisk Genressourcecenter (NordGen)
NordGen granskar í norðurlendskum plantum, skógarvøkstri og húsdýrum og arbeiðir við burðardyggari menning í landbúnaði og skógbrúki. NordGen er óivað mest kent fyri stóra ílegubankan á Svalbarð, har 30.000 sýni frá 450 plantusløgum verða varðveitt.
Takkað verið arbeiðinum og goymslunum hjá NordGen ber til at endurskapa gomul plantu- og djórasløg. Eitt ítøkiligt dømi um hetta er, at gomul kornsløg við góðum eginleikum, men sum ikki hava verið brúkt leingi, nú aftur fáast til keyps.
At Føroyar taka fulla ábyrgd í NordGen er eitt av seinastu stigunum, áðrenn allir møguleikarnir, sum vit í dag hava fyri at luttaka á jøvnum føti í norðurlendska samstarvinum, eru troyttir, og tað styrkir tí okkara krav um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Landsstýrið hevur valt Trónd Gilla Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni, til stýrislim í NordGen. Tróndur hevur leingi arbeitt saman við NordGen, bæði í sínum arbeiði hjá Skógrøkt landsins og síðani á Búnaðarstovuni, og sum limur í norðurlendska embætismannabólkinum fyri fiskivinnnu, landbúnaði, matvørum og skógarbrúki. Varalimur er Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2024
Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, KT-vørður og sum skúlavegleiðari, og hevur harafturat í tveimum umførum verið virkandi varaskúlastjóri
Landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ester Poulsen í starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi.
Ester er 47 ára gomul, og var útbúgvin lærari í 2006. Í 2015 tók hon diplom á masterstigi í vegleiðing á Fróðskaparsetur Føroya. Í 2021 byrjaði hon at lesa MA í leiðslu og skipan.
Ester hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, KT-vørður og sum skúlavegleiðari. Harafturat hevur hon í tveimum umførum verið virkandi varaskúlastjóri.
Í løtuni starvast Ester í Skúlanum á Fløtum. Ester Poulsen tekur við starvinum á nýggjárinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Bankivik er eitt serstakt og samansett orð og merkir á grønlendskum “ein rættur banki”. 3.000 uppskot um nýtt navn komu inn í navnakapping
Í summar útskrivaði bankin eina navnakapping í Grønlandi við tí endamáli at finna eitt nýtt og grønlendskt navn til bankan. Ikki færri enn 3.000 uppskot komu inn. Avgerð er nú tikin um, at nýggja navnið hjá bankanum í Grønlandi verður Bankivik.
Tá ið samtakið fyrr í ár skifti navn frá BankNordik til Føroya Banka, varð avgerð samstundis tikin um at finna eitt nýtt og meiri viðkomandi navn til grønlendska virksemið.
Ein navnakapping varð útskrivað í summar, og undirtøkan var framúr góð. Heili 3.000 uppskot til nýtt navn komu inn, og síðani byrjaði ein tilgongd at finna bestu innkomnu uppskotini. Hetta varð gjørt saman við útvaldum starvsfólkum hjá bankanum í Grønlandi, og harumframt varð ein uttanveltað dómsnevnd við dugnaligum grønlendskum fakfólkum sett til at viðgera rúgvuna av uppskotum. Í dómsnevndini sótu Pivinnguaq Mørch, rithøvundur og undirvísari, Naja Paulsen, journalistur, og Arina Kleist, samskiftisfólk.
- Vit vildu finna eitt serstakt og grønlendskt navn til okkara virksemi í Grønlandi og valdu tí at fáa grønlendska fólkið at hjálpa okkum. Vit vórðu púra tikin á bóli av stóra áhuganum fyri at vera við í navnakappingi. Millum tey nógvu ymisku og áhugaverdu boðini, ið komu inn, var Bankivik, sum av dómsnevndini varð valt til at vera eitt gott og serstakt navn, ið sipar til ein reiðiligan, álítandi og rættan banka.
- Hetta samsvarar væl við okkara virðisgrundarlag og tann mátan, vit leggja okkum eftir at reka okkara virksemi. Vit hava tí valt Bankivik sum nýtt navn í Grønlandi og eru bæði eyðmjúk og errin av, at fleiri hava skotið júst hetta navnið upp, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka-samtakinum.
Bankivik er eitt serstakt og samansett orð og merkir á grønlendskum “ein rættur banki”. Tey, ið skutu navnið upp, løgdu í viðmerkingunum áherðslu á týdningin at vera reiðiligur, álítandi og bera seg rætt at. Fleri skutu sama navn upp, og ein heppin vinnari varð funnin við lutakasti, ið fekk heiðurin og 10.000 krónur.
Føroya Banki hevur síðani í 2010 havt bankavirksemi í Grønlandi og er sjálvur annar á grønlendska marknaðinum. Sostatt hevur bankin í nógv ár havt týdning fyri at tryggja, at kapping er viðvíkjandi fíggjartænastum á grønlendska marknaðinum. Virksemið í Grønlandi hevur eisini týdning fyri yvirskipaðu fíggjarligu gongdina hjá Føroya Banka-samtakinum, og í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing stavaðu 32 milliónir krónur av samanlagda úrslitinum frá grønlendska virkseminum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
- Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta eru sera spennandi úrslit fyri meg, sigur Magni Mohr, granskari á Setrinum og høvuðsrithøvundi
Nýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kemur við nýggjari vitan um, hví vøddar møðast, tá vit taka ódnartøk.
- Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta eru sera spennandi úrslit fyri meg, sigur Magni Mohr, granskari á Setrinum
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í tíðarritinum Pflugers Archiv – European Journal of Physiology. Greinina Fatiguing high‑intensity intermittent exercise depresses maximal Na+‑K+‑ATPase activity in human skeletal muscle assessed using a novel NADH‑coupled assay
Hann hevur skrivað saman við Jeppe F. Vigh-Larsen og Kristian Overgaard frá Aarhus Universitet, og Sara M. Frangos og Graham P. Holloway frá University of Guelph úr Kanada. Greinin kann lesast her.
- Vit kenna tað øll, tá vit ganga skjótt í brattari brekku í fjøllunum, og tað brennur í vøddunum. Vit íðka ítrótt við fullari ferð ella arbeiða kropsliga hart, og vit megna ikki at menna tað kraftina, sum vit vilja. Hetta er vøddamøði, ella tað, sum í fólkamunni kallast at “sýra til”, hóast møðin ikki kemur av tí mjólkasýru, sum sipað verður til, sigur Magni Mohr um granskingina og greinina.
Magni Mohr (Mynd: Ólavur Frederiksen)
- Í 1970- og 1980-unum varð víst í djóramodellum, at órógv í natrinum- og kaliumjavnvágini í vøddunum kann forða evnunum hjá vøddunum at taka seg saman og menna kraft. Órógvin ger, at elektriskir impulsir, sum kveikja vøddan, steðga upp. Hetta ástøðið varð kannað í arbeiðandi fólki í 1990-unum, og um aldarskiftið var eg saman við starvsfeløgunum á Københavns Universitet við til at vísa við beinleiðis mátingum í arbeiðandi vøddum, at vøddamøði tykist hanga saman við, at vøddin missir kalium. Hetta er kannað víðari av fleiri granskingarbólkum seinastu 25 árini, sigur Magni.
Vøddar hava eitt protein í vøddahinnuni, sum eitur natrium-kalium-pumpan. Hetta protein roynir at viðlíkahalda natrium- og kaliumjavnvágini í vøddunum, og serliga undir hørðum arbeiði verður javnvágin strongd. Tað vil siga, at tess betur natrium-kaliumpumpan virkar, tess betur megnar vøddin at útseta ta órógv, sum hendir í natrium- og kaliumjavnvágini undir hørðum arbeiði. Granskarar hava seinastu mongu árini roynt at kanna um mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni verður ávirkað av vøddaarbeiði.
- Í nýggju kanningini hava á fyrsta sinni nakrantíð víst, at við at brúka eina heilt nýggja metodu, sum fysiologar í Kanada hava ment, at mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni minkar munandi undir intensum intervalarbeiði, sum vit kenna tað frá bóltítróttum. Eisini varð víst, at tarnandi virknið í pumpuni er til staðar fimm tímar eftir arbeiðið, og at evnini hjá vøddanum at menna kraft eisini eru tarnað sama tíðarskeið. Tískil eru sterkari próvførslur nú um leiklutin hjá natrium-kaliumpumpuni í vøddamøði. Kanningin vísir eisini, at atgongdin til vøddasukur (glykogen) ikki sær út til at ávirka natrium-kaliumpumpuna, greiðir Magni Mohr frá.
- Fyri at kunna menna kropsligar venjingarmannagongdir og annað, ið betrar kropslig avrik, so er vøddamøði jú heilt grundleggjandi at skilja. Í hesi kanningini vísa vit, at natrium-kaliumpumpan verður negativt ávirkað av hørðum arbeiði, ivaleyst tí at proteinið broytist strukturelt, og at proteinið ella enzymið ikki virkar, sum tað eigur fleiri tímar eftir hart arbeiði. Tískil er hetta grundgransking, sum gevur okkum nýggja vitan um vøddamøði, men sum eisini leiðir okkum fram í okkara gransking, sigur Magni Mohr.
Tey í granskingartoyminum gera nú uppfylgjandi kanningar. Tey kanna í løtuni, um mikroskaðar og brunastøða í vøddanum, sum m.a. henda í bólt- og ketsjaraítróttum, eru við til at skaða natrium-kalinumpunpuna soleiðis, at proteinið ikki virkar, sum tað skal.
Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetur Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða hesar: Toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons
Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025. Talan var um talgildan fund.
Munandi skerjingar eru í botnfiskakvotunum í Barentshavinum í 2025. Tí var eisini væntandi, at Føroyum fór at standa í boði lægri kvotur av toski og hýsu í russiskum sjógvi í 2025, samanborið við 2024.
Føroyska lækkingin verður tó eitt vet minni enn lækkingin í heildarkvotuni. Toskakvotan lækkar við 23,8 prosentum og hýsukvotan við 4,5 prosentum. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar í mun til 2024.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt hesar: Toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Seinastu árini hevur ein avmarking verið, at bert eitt føroyskt skip kann fara á norðaru leiðirnar í russiskum sjógvi at fiska rækjur. Í avtaluni hava Føroyar fingið betrað um hesar fortreytir, soleiðis at tvey skip nú kunnu vera til fiskiskap á norðaru leiðunum samstundis.
Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan lækkar við 34,3 prosentum, og kvotan av norðhavssild lækkar við 10,6 prosentum. Kvotan av svartkjafti verður óbroytt í mun til 2024.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 8.080 tons og sild 5.800 tons.
Russisk skip fáa í 2025 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 52.612 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi, hetta er ein lítil lækking í nøgd í mun til 2024.
Russisk skip hava í 2025 ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi, skrivar Fiskimálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Ætlaða útbyggingin til eisini av umfata lýsi og fiskaprotein er nú góðkend av Umhvørvisstovuni
Virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur fingið góðkenning sambært bæði havumhvørvisverndarlógini og umhvørvisverndarlógini. Tað skrivar Umhvørvisstovan á netinum.
Verandi uppisjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic tekur ímóti móti makreli, sild, svartkjafti, lodnu, gullaksi og øðrum uppsjóvarfiski, sum m.a. verður skorin til flak og frystur.
Varðin Pelagic ætlar at víðka virksemið til eisini at framleiða fiskaprotein og lýsi burtur úr avskurði og fráskildum fiski frá verandi framleiðslu og í ávísum førum frá heilum ella pørtum av lastum, sum verða landaðar til virkið. Harumframt framleiðir virkið súrløgu frá fiski og avskurði frá framleiðsluni. Við nýggju framleiðsluni verður allur avskurður og onnur restrávøra frá verandi framleiðslu gangnýtt.
Í sambandi við verkætlanina skal millum annað nýggj útfylling gerast, har goymslubygningur til protein og lýsi skal byggjast, og skal verandi bygningur leingjast umleið 16 metrar í ein eystan. Eisini skal ein orkumiðstøð við tilhoyrandi 60 metra høgum skorsteini gerast. Harumframt skal gerast ein goymsla til kemikalii, goymslutangar til protein og lýsi umframt tangar til súrløgu og meyrusýru.
Áðrenn góðkenning kann latast til verkætlanir og virksemi á sjónum og fram við strondini, skal felagið, sum ásett í havumhvørvisverndarlógini, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi á sjónum og fram við strondini.
Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlan hjá Varðanum Pelagic, at útbyggja virksemið á havnarlagnum á Tvøroyri við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.
Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, bæði núverandi og nýggja virksemið við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi.
Meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
- Á Rygginum fáa vit mest tosk og svartkalva og tað er fiskur við góðum prísi. Tí kann tað loysa seg at royna har, hóast nøgdirnar ikki altíð eru stórar, sigur Heðin Hansen, skipari á Vesturvarða
- Á Rygginum fáa vit mest tosk og svartkalva og tað er fiskur við góðum prísi. Tí kann tað loysa seg at royna har, hóast nøgdirnar ikki altíð eru stórar, sigur Heðin.
Sørvágstrolarin Vesturvarði, byrjaði fiskiskapin síðst í august 2023.
Sostatt verður 2024 fyrsta heila árið trolarin hevur verið í vinnu, hóast vit hava ein mánað eftir av árinum, og teir vóna at gera tveir túrar afturat.
Mánadagin var sjómanstrúboðarin umborð við jólapakkunum frá sjómanskvinnuringunum. Tá hitti hann skiparin, Heðin Hansen, sum takkar hjartaliga fyri pakkarnar.
Um gongdina hjá Vesturvarða sigur Heðin:
- Eg haldi ikki eg kann siga annað, enn at gongdin hevur verið góð. Skipið hevur riggað væl og fiskiskapurin hevur verið í lagið. Tað kann altíð ganga betri, sum sjómenn ofta taka til, men tað kundi sanniliga eisini havt gingið verri.
- Vit royna mest á djúpum vatni við Føroyar eftir svartkalva. Vit hava eisini roynt í bretskum sjógvi og so hava vit roynt nógv á Rygginum, millum Føroyar og Ísland, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Íslandsryggurin hevur roynst væl í ár. Undanfarnu árini hava skip gjørt onkran brúkiligan túr har, men økið er ikki stórt og tí tolir tað ikki nógva roynd. Í ár hevur verið øðrvísi, tí væl av fiski hevur verið at fingið har í fleiri mánaðir, sigur Heðin.
- Á Rygginum fáa vit mest tosk og svartkalva og tað er fiskur við góðum prísi. Tí kann tað loysa seg at royna har, hóast nøgdirnar ikki altíð eru stórar, sigur Heðin.
Átta mans eru við Vesturvarða, sum landar til Snarfrost í Miðvági. Skiparin, stýrimaðurin og meistarin eru umborð í umleið ein mánað og hava so frí í ein mánað. Dekkararnir avtala sínámillum, nær teir eru umborð og nær teir eru heima.
Heðin er ein av okkara garvaðu sjómonnum, tí í apríl komandi ár, hevur hann verið sjómaður í 50 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
0,OY eitur nýggja bryggið uttan rúsandi prosent
Tú kennir tað. Innandura við vinmonnunum ella ein góður fjalldagur – og tú skalt koyra heim aftaná. Tað koma riv á borðið, men tað er mikudagur. Vinkonurnar eru úti og roksa, men tit skulu tíðliga upp morgunin eftir til hondbóltsdyst. Ella tú etur smyrjibreyð á miðmála og skalt til arbeiðis aftaná.
Bryggjaríið OY hevur nú sent sína fyrstu alkoholfríu øl á marknaðin.
Ein løtt og frí øl, sum eitur 0,OY.
- Vit eru sera spent upp á at fólk skulu royna okkara nýggju akoholfríu øl. Hetta broytir alt. Afturmeldingarnar eru sera góðar. Hon smakkar bara sum ein góð øl, sigur Óli Restorff Hansen, stjóri í OY.
- Endiliga ein øl til týsdagar. Ein øl til tá tú skalt okkurt seriøst seinni, tá tú skalt tíðliga upp ella út at koyra bil omaná.
0,OY fæst í flestu Á-handlunum kring landið, Samkeyp á Toftum, Bónus í Havn, í Miklagarði og í Sjoppini í OY.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Konsertin, sum hevur til endamáls at savna inn pengar til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, verður í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið kl. 19, og verður eisini víst beinleiðis í Kringvarpinum
Nú stundar til árligu jólakonsertina Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.
Annlis Bjarkhamar tók stig til átakið í 2010, og hevur tað síðani tá verið fastur táttur við tí endamáli at veita hjálp til barnafamiljur í Føroyum. Í 2015 tók Barnabati yvir og um somu tíð, byrjaði Barnabati eitt samstarv við Sigrið Sivertsen, kórleiðara, at samskipa árligu jólakonsertina.
Árliga jóla- og stuðulskonsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 1. desember klokkan 19. Konsertin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum.
Tey, sum framføra á ársins konsert eru Jazzygold, Uni Debess, Tróndur og Lív, Døgg Nónsgjógv, Bjarki V. Trondesen, Die Færøsche Polkaband, Dreingjakórið undir Brúnni, Marianna Winter & Ragnar Finsson, Xperiment, og Bárður á Lakjuni.
– Jólini eiga at vera ein gleðistíð hjá barninum. Fátækraváði merkir ikki bara manglandi peningur, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning og trivnað hjá einum barni og ungdómi. Tað kann tykjast trupult at ímynda sær fátækraváða í einum landi, har vælferðarstøðið er høgt, og fólk hava atgongd til nógvar fjøltáttaðar hentleikar. Men fyri tey, ið liva í fátækraváða, er hendan
støðan ein veruleiki. Jólini eru onkursvegna barnanna høgtíð, og minnini um barnajólini ber barnið við sær restina av lívinum. Tí er týdningurin av at stuðla ótrúliga týdningarmikil.
– Barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, senda Barnabata eina motiveraða umsókn, og Barnabati viðger síðani allar innkomnu umsóknirnar, og letur gávukort til tær familjurnar, ið liva undir fátækramarkinum.
Eisini verður atlit tikið til, hvussu nógv vaksin eru í húskinum, og hvussu nógv børn eru í ymsum aldursbólkum. Barnabati spyr inn til, hvat tað eru fyri umstøður, ið gera seg galdandi hjá teimum ymsu familjunum, tí tað kann í summum førum vera, at barnafamiljur eru komnar í truplar bráfeingis støður; til dømis í sambandi við brádligt arbeiðsloysi, ella um deyði hevur verið í familjuni, skrivar Barnabati.
Tey, sum ynskja at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum, kunnu stuðla á heimasíðuni hjá Barnabata.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
Minds of 99 koma á Voxbotn
Frá Parkini til Vágsbotn. Sama hvar teir spæla, sama hvat teir gera, so fáa teir toppkarakter. Tað sum byrjaði við at nakrir vinmenn í Keypmannahavn gingu saman í ein tónleikabólk í 2012, menti seg skjótt til, at teir gjørdust kongarnir av danska tónleikahválvinum. Minds of 99.
Á sumri 2024 spældu teir tríggjar útseldar konsertir í Parkini. BT gav konsertini 6 av 6 stjørnum. Soundvenue 5 av 6. Politikken 6 av 6. Ekstablaðið 5 av 6. Gaffa 6 av 6.
Minds of 99 er eitt tað størsta navnið nakrantíð á OY Voxbotn. Talan er kanska um sterkasta danska bólkin nakrantíð, og bólkurin er so avbera aktuellur eisini. Minds of 99 varð settur á stovn í 2012, og longu 3 ár seinni tendraðu teir Roskilde Festivalin.
Sama hvar bólkurin framførir er útselt.
Bólkurin hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. Gaffa, Danish Music Awards og Zulu Awards – bara fyri at nevna nakrar. Millum stóru hittini kunnu nevnast: Under din sne, Ung kniv og Emil.
Fyri at lýsa tónleikin hjá Minds of 99 eru fleiri, ið hava kallað tað fyri New Age Rock, men eg hugsi vit á føroyskum kunnu semjast um, at hetta er vakur sveimandi popprokkur. Men tað sum serliga eyðkennir bólkin er ljóðið. Teir ljóða heilt einfalt bara sum Minds of 99. Ljóðið er egið og sermerkt. Upplyftandi og melankolst í einum.
Bólkurin spælir sum ein vælsmurd tónleikamaskina, uttan tó at ljóða mekaniskt. Tónleikurin sveimar og brúsar í orku og kenslum, meðan løttu, minniligu og gerandisligu tekstirnir syngja um viðurskifti vit kenna okkum aftur í.
Tónlistarlig snúningsaksa
Bólkurin er ein sonn savningsmagnet. Tá tær spæla, tysja fólk saman, og syngja hart og kensluborið við óføru sangunum. Ofta verða konsertinar lýstar sum eitt slag av felagssangi, tí so sterkir eru sangirnir, at tú kanst syngja við frá byrjan til enda.
Spennandi verður at vita, um ein bólkur sum kann fáa fjøldir størri enn Føroya land í sanna ekstasu, eisini klárar at spæla Vágsbotn upp. Vit gita, at konsertin við Minds of 99 verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Kaleo hevur verið á G! Fetivalinum fyrr – men nógv er hent síðan
Kaleo fer at seta Gøtuvík á kók! Í dag er íslendski bólkurin eitt heimskent navn. Teir hava vitjað her fyrr, tá ið teir í 2014 spældu á spæliplássinum í Syðrugøtu.
Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir brustu fram á altjóða pallinum við plátuni “A/B”. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi.
Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjørnunum: Yvir fýra milliardir stroymingar, Grammy-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framførslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza.
Kaleo eru eisini kendir fyri síni stak vøkru sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni. Vit mæla til, at tú fert at hyggja eftir nøkrum av hesum á Youtube!
G! Festivalurin er ovurfegin, at bjóða Kaleo vælkomnum aftur á G! Flotta umhvørvið á gøtusandi fer heilt víst at skapa eina ótrúliga uppliving við. Festivalurin verður hildin dagarnar 17. til 19. juli í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Hesa vikuna hevur G! festivalurin eisini avdúka tvey føroysk nøvn, sum koma at spæla í summar. Hallur Joensen og Marius DC
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
28. september næsta ár er síðsti dagur Maggies er opið. Givist verður eftir hetta, siga Margreth og Terji, sum eiga barrina í Nólsoy
- Vit vilja fegin takka okkara viðskiftafólkum gjøgnum góð 10 ár. Somuleiðis takka vit eisini starvsfólkunum, ið hava hjálpt okkum øll árini. Eingin nevndur, eingin gloymdur.
Soleiðis siga tey bæði Margreth Jacobsen og Terji Rasmussen í fráboðan, nú tey eru farin undir síðsta árið við Maggies.
Tí 28. september 2025 verður síðsti dagur Maggies er opið.
- Tó eina serliga tøkk til Ullu og Ingu sum hava verið við síðan fyrsta dagin. Og Rói sum hevur verið so trúfastur síðan vit byrjaðu aftur. Takk fyri alt.
- Vit vilja eisini fegin takka Barbaru og Edvardi fyri at taka yvir í næstan tvey ár, tá vit vóru koyrd troytt. Vit takka eisini Hannisi og Óla Svein fyri løturnar teir høvdu opið.
- Tað eru helst nógv sum eru kedd av at vit gevast men Nólsoy var eisini til áðrenn Maggies. So man ikki maður kemur í mans stað, taka tey til.
Maggies liggur nakað ovarliga í Nólsoyarbygd (Mynd: Martin Hummeland)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Aftur í ár koma jólamenninir á vitjan. Við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík
Aftur í ár koma jólamenninir á vitjan. Við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.
Til tiltakið á Vaglinum røða Theodor Eli Dam Olsen, próstur, og Marta Guðjónsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, og Heðin Mortensen, borgarstjóri. Eisini spælir Havnar Hornorkestur jólatónleik.
Tiltakið byrjar klokkan 15.30. Tá jólatræið er tendrað, verður nissudisko fyri stórar og lítlar nissur í pavillionini í miðbýnum, so tað er at taka nissuhúgvuna við.
Hugnaliga tiltakið, Barnajól, verður leygardagin 7. desembur í Margarinfabrikkini. Her verður nógv ymiskt kreativt á skránni. Aftaná fara jólamenninir at dansa stopp-dans við børnunum í Pavillionini.
Leygardagin 14. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við jólamonnunum. Teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.
Jólamenninir koma súkklandi inn í býin sunnudagin 22. desember og Kalas spæla í Pavillioni til høvið.
Seinastu vikuna áðrenn jólaaftan er jólavika í býnum, og tá hava handlar í býnum og SMS leingi opið. Eisini verður ymiskt spennandi á skrá til bæði vaksin og børn, so sum gyklari, tónleikur, kór og sjálvandi jólamenn við karamellum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Triðja studioútgávan hjá Marius DC, "Listamaður", kom út 23. november, og hetta er samstundis hansara fyrsta heildarútgáva við nýskrivaðum tónleiki á móðurmálinum
Eftir fimm ár á føroyska tónleikapallinum, er hetta ein djørv og sjálvreflektarandi útgáva frá unga rapparanum.
Tittulin "Listamaður" hevur verið eitt kent orð í lívinum hjá unga listamanninum. Sum 10 ára gamal hevði Marius sína fyrstu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, tá undir navninum "Marius Listamaður", ein fjølbroytt framsýning við yvir hundra listaverkum. Men longu sum 7 ára gamal luttók hann í "Lova mær við" hjá Barnaútvarpinum, har hann tosaði um sína list, sama ár sýndi hann sína list fram á Skúlanum við Løgmannabreyt.
Við tíðini var pensilin og tusjirnar skiftar út við rím og rapp, og støðugt er tónleikurin og ikki minst tekstirnir mentir.
Við sínum tveimum fyrstu EP'um, The MZA EP og Westender, hevur Marius vunnið sær nógvar rósur frá bæði lurtarum og ummælarum. Hann hevur verið róstur fyri sítt altjóða ljóð og ungdommiligu tekstir.
Á "Listamaður" setur hann eina djarva kós við einum nýggjum, synth-tungum ljóði og eini tekstliga tungari søgugongd.
Á teimum sjey løgunum setur ungi rapparin spurningar um sína samleika, listaligu leið og sína støðu á tónleikapallinum og tilveruni.
Hann kemur styrktur út hinumegin, tá EP'in endar við eini paradoksalari samrøðu millum 20 ára gamla Marius DC og 7-ára gamla Marius.
Høvuðsspurningurin á EP’ini er: "Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur?" Og svarar unga útgávan av Marius: "Listamaður."
EP'in er øll sjálvframleidd. Marius hevur sjálvur skrivað, framleitt, ljóðblandað og mastrað øll løgini.
Tvey løg hava tó gestaluttøku frá øðrum. Guðrið Hansdóttir hevur skrivað og syngur niðurlagið í "Farin", og Marius Ziska syngur viðá tittul-lagnum "Listamaður". Á hesum lagnum eru eisini synth og klaver spælt av Vinjari Egilsnes Petersen, sum eisini spælir í bólkinum hjá Marius DC.
"Listamaður" er uttan iva ein ambitiøs verkætlan. Ein 7-laga elektronisk ferð gjøgnum eina eksistentiella kreppu á einum máli, sum færri enn 100.000 fólk tosa, sær kanska ikki út sum tað mest handilsliga skilabesta valið. Men tað er eingin ivi um, at Marius DC hevur lagt alt sítt í hesa nýggjastu EP’ina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2024
Ein nemandi bók um eitt ættarlið sum fer...
Í dag verður framløga av nýggju bókini “...Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini”.
Tiltakið verður í Miðlahúsinum kl. 16. Her fara rithøvundarnir Dánjal Dam á Neystabø og Kim Nyberg í samrøðu við Magna Arge at greiða frá bókini. Sprotin gevur bókina út.
Bókin lýsir lívið í, og rundan um Føroyingahavnina. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar.
Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu.
Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi.
Her kann lesast um fiskimenn, sum róðu út í Føroyingahavnini, um fólk, sum arbeiddu á kaiini ella á Sjómansheiminum, og familjulimir í Føroyum, sum eygleiddu skipini hvørva í havsbrúnni á veg til Grønlands at vera burtur í langa tíð. Les brævaskifti frá tíðini, tá ið unglingar einsamallir fóru til Grønlands at forvinna pening til tey har heima.
Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhugan. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu- ella heildaruppliving.
...ein dagin meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grønlendskar kvinnur í land, gangandi yvir ímóti mær.
So stóðu tær har... tað virkaði, sum undraðust tær á, hvat eg gjørdi. Meðan tær standa soleiðis og hyggja, peikar onnur á kalvahøvdið og spyr, um tær kundu fáa eitt petti av tí hvítu síðuni. Óvanligur fyrispurningur, hugsaði eg, men skar teimum hvør sítt góða petti.
So tóku tær tyggigummið úr munninum og ótu kalvan ráan. Tær takkaðu fyri, og fóru umborð aftur á bátin, og eg gjørdi meg lidnan við kalvan og hongdi hann í frystihúsið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Hetta vikuskiftið fer bólkurin at framføra í OY, Tøting, og Listastovuni
Um vikuskiftið spælir bólkurin Klingra fleiri konsertir í Føroyum.
Í gjárkvøldið var framførsla í OY i Havn. Leygardagin klokkan 20.30 verður bólkurin at hoyra í Tøting í Syðrugøtu, og sunnudagin klokkan 17.30 í Listastovuni í Miðvági.
Limirnir í bólkinum eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Eivør, Afenginn og Teitur.
Sprottin úr botni har alt óviðkomandi er lúkað burtur, skapa hesir tónleikaúrmælingar eitt egið rúm, har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók. Tónleikurin og føroysku tekstirnir bjóða lurtarinum inn í eina estetiska verð, har tú hevur tíð at drukna.
Konsertirnar í Føroyum eru í samband við at bókin “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini” kemur út.
Hendan bók er nevniliga eitt úrslit av tí granskingararbeiði, sum varð gjørt tá bólkurin skapti tónleikin til frumútgavuna “…eftir”.
“…eftir”, sum vann ein FMA sum besta útgáva í 2023 í opnum bólki, er grundað á forteljingar um Føroyingahavnina í Grønlandi. Um hvussu føroyskir sjómenn fóru heimanífrá, tvørturum Norðuratlantshavið til hesa fjarskotnu fiskaríhavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Bókin "Vilji er lekjandi máttur" um gitna bodybuildaran, er skrivað av Hans S. Egholm
Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann nú leggur lív sítt opið í eini nýggjari bók, sum verður løgd fram hóskvøldið.
Bókin "Vilji er lekjandi máttur" er bæði um dystin á ungdómsárum at royna hvør dugur var í, hvussu Gunnar fann sína hill í ítróttini, hvussu menniskjalig bakkøst vóru um at syfta hann um koll, og hvussu hann fótaði sær aftur, hóast fleiri bakkaláarar aftrat.
Hann skuldi prógva sítt og stóð aftur á palli sum 60 ára gamal í Danmark og vann silvurheiðursmerki í bodybuilding.
Bókin varð løgd fram í Perluni í Havn hóskvøldið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
– Bókin er í 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan kunnu lesa søgur og yrkingar og finna hugskot til okkurt stuttligt jólaítriv
Ársins útgáva av "Mín Jólabók", er nú komin út.
– Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
– Bókin er í 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan kunnu lesa søgur og yrkingar og finna hugskot til okkurt stuttligt jólaítriv. Tað ger Mína jólabók 2024 til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur útgivið bókina.
Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis.
Í bókini ber m.a. til at lesa eina upprunaføroyska adventssøgu í fýra pørtum, ein til hvønn sunnudag í advent, eftir Silju Aldudóttur. Hans Jacob Østerø hevur teknað myndirnar í adventssøguni og hevur harumframt gjørt permutekningina. Hinar søgurnar og yrkingarnar hava eisini myndir, sum føroyskir myndprýðarar hava gjørt.
Turið Kjølbro og Beinta Johannessen hava lagt til rættis, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli
Sprotin hevur givið út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli.
Tann miðaldrandi tíðindamaðurin, sum segði frá í "Veðursjúka", roynir framvegis at skilja tilveruna og heimin.
Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung.
Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.
Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum. Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.
Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógareldar.
Tá "Veðursjúka" kom út á heysti 2023, fekk hon fleiri ummæli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Í morgin, 1. desember, verður konsert í Báta- og listasavninum í Leirvík við Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen
Tað er fastur táttur, at Báta- og Listasavnið í Leirvík hevur tónleikalig tiltøk við Moniku Stauss Joensen á violin. Hesaferð hevur hon fingið gittarleikaran Ólav Jakobsen aftur at sær. Tey fara at spæla konsert í søguríku hølunum sunnudagin 1. desember kl. 16.
Tey bæði hava spælt leingi saman. Eisini hava tey ferðast víða við tónleikinum og verið á konsertferðum til USA, Sveis og Týskalands. Men altíð, so hava tey vitjað aftur í Leirvík.
Skráin tey spæla kemur víða, men tey vilja nevna Jóannes Joensen, leirvíkingin, við tí djúpu og serstøku røddini, ið Kringvarpið herfyri vísti hjartanemandi film um. Jóannes og tónleikur hansara eru javnan at hoyra í miðlunum.
Jóannes Joensen skrivar løg til síni nærmastu. Fyrstu ferð Ólavur Jakobsen hoyrdi lagið, ið Jóannes hevði skrivað til Moniku, ið er kona pápabeiggjan hjá Jóannesi, helt hann fyri, at lagið var so mikið grípandi, at hann fegin vildi seta lagið út fyri violin og gittara.
Ólavur helt, at lagið var “merkt av djúpari melankoli, skrivað í inniligum takksemi til Moniku”.
Monika og Ólavur hava áður spælt hetta lagið á konsertum, eisini uttanlands.
Nú verður so lagið “Monika” aftur at hoyra í Leirvík í útsetingini hjá Ólavi Jakobsen fyri violin og gittara.
Umframt tónleikin hjá Jóannesi, so verða tónar hjá Paganini, Bach, suðuramerikanskur sologittartónar og fólksligur tónleikur úr m.a. Sveis á at hoyra. Okkurt jólaligt er eisini á skrá.
Alt borið fram í eygnahædd og við stuttum, løttum frágreiðingum. Eftir konsertina er hugnaløta við onkrum afturvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Í vikuni varð farið í gongd við at endurbøta vegin til Grindavíkar eftir seinasta eldgosið
Maskinurnar eru longu farnar í gongd við at gera nýggjan veg til Grindavíkar. Fáar dagar eftir at staðfest varð, at gosopið á Reykjanesið var stilnað av, og at grýti ikki longur floymdi í økinum, varð farið at grava fyri vegi gjøgnum gløðandi og rúkandi lendið.
Seinnapartin mikudagin byrjaði arbeiðið. Hetta er fjórða ferð síðan tað byrjaði at goysa í november í fjør, at gløðandi grýti frá gosopunum hevur floymt yvir norður-suður gangandi vegin til Grindavíkar.
Hesaferð verður leiðin broytt eitt sindur burtur frá núverandi vegi – hetta m.a. fyri at geva áhugaðum ferðafólkum møguleika fyri at avmynda staðið, har lava hevur lagt seg á vegin, skrivar Morgunblaðið.
Talan er um at rudda eitt strekki á 600 metrar fyri at binda vegirnar saman aftur. Væntandi fer arbeiðið at taka tvær vikur, men enn er óvist, nær vegurin verður latin upp fyri almennari ferðslu.
Grindavíkurvegur fyri einari viku síðani (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Men tær kunnu verða tiknar uppaftur, tá forsetaskeið hansara er av. Um hann ikki náðar seg sjálvan
Ákærurnar móti Trump, sum eru reistar á føderalum stigi, eru nú sleptar. Hetta verður mett sum ein sigur fyri komandi amerikanska forsetan. Men Donald Trump bíðar framvegis eftir dómum í tveimum øðrum rættarmálum á statsligum støði.
Tað var mánadagin, at dómarin, Tanya Chutkan, boðaði frá at hon hevur slept tveimum rættarmálum móti komandi amerikanska forsetanum.
Avgerðin varð tikin eftir at serligi ákærin, Jack Smith, hevur tikið stig til at sleppa ákærunum móti Trump, ið snúgva seg um at royna at kolldøma úrslitið av forsetavalinum í 2020 og ábyrgd av álopinum á kongressina í januar 2021 umframt hansara handfaring av loyniligum skjølum.
Ákærurnar eru sleptar, tí sambært siðvenjum hjá amerikanska uttanríkisráðnum skal ákæra ikki reisast móti sitandi forsetanum. Talan er sostatt ikki um um vantandi prógv, vísir Jack Smith á.
Ákærin metir, at siðvenjan krevur, at rættarsakin verður slept innan Trump vendir aftur í Hvítu húsini. Tí harvið hevði forsetin verið forðaður í at røkja sítt embæti og hevði harvið brotið landsins grundlóg, skrivar finska kringvarpið Yle við tíðindastovunum AP, AFP og Reuters sum keldum.
Hóst avgerðina um at taka ákærurnar aftur, so er møguleiki at taka tær uppaftur, tá tíðarskeiðið hjá Trump í Hvítu húsunum er av í 2029.
- Órinið hjá sitandi forsetanum er fyribils, og gongur út tá hann fer frá, segði Chutkan.
Kortini er møguleiki, at Trump sum sitandi forseti kann náða seg sjálan áðrenn forsetaskeiðið er av, skrivar Yle.
Trump er tó framhaldandi ákærdur í tveimum øðrum rættarmálum, ið eru reist á statsstøði.
Í statinum Georgia er forsetin ákærdur fyri at royna at ávirka valið í 2020. Mett verður, at sannlíkindi eru fyri, at hetta málið verður “lagt á ís” meðan hann er forseti.
Í New York er Trump longu dømdur sekur fyri roknskaparbrot í sambandi við útgjalding av pengum fyri at fáa fólk at tiga. Men ásetingin av revsingini fyri hetta lógarbrot varð útsett fyri ikki at ávirka forsetavalið, og tykist nú at verða útsett í óásetta tíð.
Trump hevur ikki heimild at náða seg sjálvan fyri brotsverk, sum verða viðgjørd á statsligum støði, skrivar Yle.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Tað hevur kostað nærum 700 milliónir evrur at umvæla Notre Dame í Paris, eftir at eldur kyknaði í dómkirkjuni í 2019
15. apríl 2019 kyknaði eldur í heimskendu dómkirkjuna Notre Dame í Paris, og í komandi viku letur hon uppaftur fyri vitjandi.
Umvælingarnar hava kostað nærum 700 milliónir evrur - 5,2 milliardir krónur, og hundraðtals handverkarar og serfrøðingar hava tikið lut í arbeiðnum at umvæla heimskendu dómkirkjuna.
Notre Dame (Mynd: EPA)
Eldurin kyknaði, sum áður nevnt, í dómkirkjuni 15. apríl 2019, og varð hann sløktur dagin eftir. Hildið verður, at orsøkin til eldin var skammlop ella glóð frá sigarettini hjá einum av arbeiðsfólkunum, sum vóru í ferð við at umvæla bygningin.
846 milliónir evrur vórðu savnaðar inn til umvælingararbeiðið. Stuðul kom úr 150 londum.
Notre Dame varð bygd í árunum 1163 til 1345, og er umleið 130 metrar long, 48 metrar breið og 35 metrar høg við tveimum tornum, sum eru umleið 68 metrar høg.
Dómkirkjan letur uppaftur leygardagin 7. desember, og fer væntandi at draga 14 til 15 milliónir ferðafólk at sær um árið, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025.
Avtalan um fiskiveiðisamstarv hevur stóran týdning fyri bæði føroysk og grønlendsk fiskiskip, ið hava góða gagnnýtslu av fiskirættindum í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum.
Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi vera óbroyttar í 2025 í mun til 2024.
Vísindaliga ráðgevingin fyri svartkalva mælir til eina lækking í svartkalvakvotuni í grønlendskum sjógvi í 2025. Hóast hetta gekk Grønland á møti einum ynski frá Føroyum um at varðveita støðið í føroysku svartkalvakvotuni.
Smávegis tillagingar eru gjørdar í kvotunum hjá grønlendskum skipum í føroyskum sjógvi í 2025 í mun til 2024, sum taka atlit til, at føroyska sildakvotan er lækkað, umframt at broytingar hava verið í fiskaprísunum seinasta árið.
Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar við 600 tonsum, ímeðan svartkjaftakvotan hækkar við 3.250 tonsum. Harumframt lækkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi við 446 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2025 framhaldandi kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki framvegis hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 eru 4.900 tons av norðhavssild og 23.750 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 7.814 tons av grønlendsku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum.
Samráðingarnar millum Føroyar og Grønland, sum vanliga hava verið hildnar í Keypmannahavn, vóru hesaferð í Tórshavn. Í sambandi við, at nýggi altjóða flogvøllurin í Nuuk verður tikin í nýtslu í næstum, eru londini samd um, at árligu fiskiveiðisamráðingarnar frameftir skulu haldast heima í Tórshavn og Nuuk, skrivar Fiskimálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2024
-Tað er altíð keðiligt at steðga góðum tonkum og projektum, og tí vildi eg mælt til, at man roynir at fáa málið við Eysturlund í Eysturoynni at rigga
So avgjørdur er stjórin í Sev, Hákun Djurhuus í samrøðu við Útvarpið. Talan er um risastóru verkætlanina at byggja eina vindmylnulund í Eysturoynni, ið skal kunna minka munandi um oljunýtsluni hjá tungu vinnuni í eitt nú Fuglafirði.
Tað er orkufelagið Effo, sum stendur aftan fyri verkætlanina, men skal hon fáa grønt ljós, so er neyðugt at broyta lógina.
Elveitingareftirlitið sigur seg ikki kunna geva Effo loyvi at byggja vindmylnulundina, tí sambært elveitingarlógini hevur Sev einkarrætt til netið.
Men sambært Hákuni Djurhuus er tað bara rætt at bjóða Effo upp í netið.
- Vit hava sagt bæði við Effo og Elveitingareftirlitið, at tað verður eingin trupulleiki, at Eysturlund verður ein partur av elnetinum hjá Sev. Men um lógin forðar tí, so mugu onnur at arbeiða við tí.
Hákun Djurhuus sigur við Útvarpið, at Effo skal hava loyvi til bæði at framleiða og brúka elnetið.
- Tey vilja framleiða og brúka sína framleiðslu, og tað ber eisini væl til. Vit kunnu gott flyta tað til Fuglafjarðar og tað eru vit opin fyri.
Hákun Djurhuus heldur avgjørt, at Eysturlund kann vera eitt stig á leiðini til at fremja grøna orkuskiftið.
- Vit hava síðani 2014 arbeitt fyri at gerast 100 prosent grøn og vilja gera alt fyri tað. Koma ikki aðrar vindmyllur upp, so hevði Eysturlund avgjørt verið eitt stig á leiðini.
Við útvarpið sigur SEV stjórin, at vit blíva ikki grøn aleina við vindmyllum. Tað skulu onnur ting til eisini.
- Verða ikki aðrar vindmylnulundir bygdar, so vil Eysturlund vera ein fínur møguleiki eisini at fáa tað inn á netið. Tað er positivt, at tað eru tvey spor viðvíkjandi vindmyllum, tí so kundi tað verið ein trygd fyri, at okkurt hendir, og vit koma fram á leiðini.
Landsstýriskvinnan við umhvørvis- og orkumálum, Margit Stórá sigur við Útvarpið, at tey bíða eftir einum tilmæli frá nevnd, sum umrøður hetta málið, longu í desember.
Les eisini:
Vinnan við politikararnar: - Latið okkum sleppa í gongd
Grøna skiftið: Lonvur vit bíða dýrari verður tað
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
- Elektrifisering er avgjørt vegurin fram, men tað gongur ov seint at fáa brúkarar at skifta bæði tá talan er um flutning, upphiting oa. Ein atferðarbroyting skal til og helst er tað besta til at røkka henni pískur og gularót. Vit mugu hava eitt CO2-avgjald, sum er oyramerkt til ta grønu umleggingina
Tað heldur Bogi Bech Jensen, sum er tekniskur stjóri fyri termisku verkini hjá orkufelagnum Ørsted í Danmark. Á orkuráðstevnuni “Varandi Heimur” í Vágum herfyri segði hann seg ikki umboða Ørsted men seg sjálvan sum vanligan streymbrúkara í Føroyum.
Bogi Bech Jensen er sannførdur um, at elektrifisering er vegurin fram. Vit mugu elektrifisera skulu vit blíva grønari.
- Vit settu okkum mál í 2011 um, at elnetið skuldi vera 100 prosent grønt í 2030, og tá hevði man ein orkulut, sum var 60 prosent í streymi, og í fjør var hann lækkaður til 50 prosent, so tað gongur ikki so væl. Einki tekin er heldur um, at CO2 útlátið í Føroyum minkar. Og heldur eingi tekin eru um, at vit røkka málinum. Spurningurin er tí, um man skal gera meira av tí sama ella okkurt annað.
Sjálvur heldur Bogi Bech Jensen, at man skal gera okkurt annað. -Vit hava eina ætlan um at gera alt elnetið grønt og so ikki nógv meira út um tað. Vit mugu hyggja eftir tí samlaða útlátinum í Føroyum og ikki bara eftir elnetinum.
Elektrifisering er avgjørt vegurin fram, men tað gongur ov seint at fáa brúkarar at skifta bæði tá talan er um flutning, upphiting osfr. Tvs. at ein atferðarbroyting skal til, og helst er tað besta til at røkka henni bæði pískur og gularót.
Hann vísir á, at orsøkin til at útlátið er so høgt, er tí vit brúka so nógva olju.
- Skulu vit minka um oljunýtsluna, so skal tað vera óstuttligt at brenna olju. Hava vit eitt CO2 avgjald, sum er oyramerkt til ta grønu umleggingina, og t.d. koyrir eina krónu á hvørt útlátskilo av CO2, so hava vit eina mia. at spæla við. Tað kann sjálvandi vera øgiliga freistandi at brúka tað til sjúkrahús, skúlar, tunlar og vegir oa. men so verður tú bundin av tí. Vit eru longu bundin at verandi oljuavgjaldi, sum fer beint í landskassan. Tað merkir, at landsins mynduleikar hava óbeinleiðis brúk fyri, at vit brenna olju.
Leggja vit so eitt CO2 avgjald á, so má tað vera 100 prosent oyramerkt til at fíggja og stuðla tí grøna orkuskiftinum.
Bogi Bech Jensen spyr síðani, hvat vit skulu brúka hesa milliardina til og svarar, at hon skal brúkast til nakað, sum riggar. Brúkast til nakað, sum vit longu vita riggar.
Meira frá framløguni hjá Boga Bech Jensen her
Myndir Jan Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Ríku londini vilja ikki lata neyðugu fíggingina av avleiðingunum av veðurlagsbroytingum í fátæku londunum
Veðurlagsráðstevnan hjá ST, COP29, sum hevur vart í tvær vikur, er nú endað við eini avtalu millum umleið 200 lond, har ríkaru londini í heiminum binda seg til at rinda menningarlondunum 2148 mia. kr. um árið frá 2035. Hetta eru bæði lán, stuðul og íløgur frá bæði almennari og privatari síðu.
Upphæddin er tó nógv minni enn menningarlondini høvdu ætlað og vónað. Tey kravdu, at ríkari parturin av heiminum lat eina upphædd uppá 9000 milliardir krónur um árið. Hesum fingu tey tó ikki undirtøku fyri, og eftir ráðstevnuna hava fleiri lond eitt nú heimsins fólkaríkasta, India, víst sína stóru ónøgd við avtaluna.
- Henda avtalan er eitt stórt vónbrot fyri mong tilafturskomin lond segði umboðið fyri India, tá ráðstevnan endaði. Eisini danski orkuráðharrin, Lars Aagaard, segði seg vera vónsviknan av, at tað ikki eydnaðist at fáa tey ríkastu londini í heiminum at lata eina størri upphædd, sum skal hjálpa menningarlondunum at standa seg ímóti veðurlagsbroytingunum og teimum avleiðingum hesar hava.
Umboð fyri grønu rørslunar í eitt nú Evropa hava mótmælt undirskrivingini av avtaluni, sum tey siga als ikki er nokk til at forða og steðga veðurlagsbroytingunum. Her í Føroyum hevur Bogi Hansen, havfrøðingur, víst á sína ónøgd við úrslitið av ráðstevnuni. Hann sigur við Útvarpið, at tað eru tey ríkaru londini, sum hava skapt trupulleikarnar, sum tey fátæku londini nú líða undir. Tí hava hesi eina ábyrgd at hjálpa teimum verri stillaðu londunum hjálp. - Hetta er ein nokkso syndarlig støða, har tað ikki verður gjørt nokk til tess at minka um broytingarnar í veðurlagnum og fara vit at síggja hesar bara versna.
COP29 hevur verið hildin í Aserbadjan, sum er eitt av leiðandi oljuframleiðandi londunum í heiminum. Royndir vórðu gjørdar á ráðstevnuni at fáa útfasan av olju, gassi og koli við í avtalutekstin, men hetta var tað ikki nóg stór undirtøka fyri, hvat hevur fingið umhvørvisfólk at mótmæla avtaluni og ráðstevnuni.
Stórur partur av ráðstevnuni hevur snúð seg um, hvussu fígging kann fáast til vega til tess at steðga veðurlagsbroytingunum og teimum avleiðingum hesar hava serliga fyri tey fátækastu londunum. Fleiri viðmerkjarar halda, at fíggingarspurningurin hevur fylt alt ov nógv á ráðstevnuni og hevur harvið forðað fyri umrøðu av, hvussu heimurin skal handfara veðurlagsbroytingarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Mikumorgunin fór hópurin, sum telur 18 spælarar, umframt venjara- og leiðaratoymi við fimm fólkum úr Føroyum. Sí yvirlit yvir spælarar og tey rundanum tær her
Fríggjadagin 29. november klokkan 17 spældu Føroyar søguligan dyst móti Sveis - í Sveis. Tá varð fyrsti endaspælsdystur nakrantíð hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum ikki av álvara fór at royna seg í undankappingum aftur fyrr enn í 2017.
Nú er í stóran mun talan um nýtt ættarlið, tó at Bjarta Johansen, Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj og Pernille Brandenborg hava verið við størsta partin av vegnum.
Miðalaldurin á EM-hópinum er 23,1. Hetta er ógvuliga lágt fyri eitt lið, sum skal spæla í slíkum endaspæli.
18 spælarar vóru við flogfarinum til Basel mikumorgunin. Beint yvir helmingurin - tíggju - spæla til dagliga uttanlands. Allar hesar spæla í Danmark.
Her er yvirlit yvir føroyska EM-hópin, umframt venjarar og leiðarar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Føroyar vóru aftanfyri 1-7 tíðliga í dystinum á Skála sunnudagin, og skoraðu bert tvey mál fyrstu 16 minuttirnar í seinna hálvleiki. Tó kom liðið væl aftur í báðum førinum, og hevur helst fingið fitt burturúr EM-fyrireikingardystunum
Eftir teir báðar fyrireikingardystirnar móti Svøríki B - spælarum sum verða mettar at júst ikki verða nóg góðar til sterka svenska A-landsliðið í løtuni - er millum annað greitt, at neyðugt er við einum meira samansettum avriki yvir 60 minuttir til dystirnar í endaspælinum í Sveis.
Í fyrra dystinum í Klaksvík fríggjakvøldið vóru Føroyar á odda við fimm málum fimm minuttir fyri steðgin, og sóu út til at hava gott tamarhald á dystinum. Eftir steðgin vantaði álopsspælið tó rútmu í løtum, tekniskar villur kostaðu mál í kontra og aðru bylgju hjá Svøríki, og ov nógv mál komu inn.
Í seinna dystinum á Skála sunnudagin var 1-7 eftir átta minuttir. Føroyar brendu møguleikar og blakaðu bóltar burtur, samstundis sum hol var í verjuni. Síðani reisti føroyska liðið seg so mikið - har serliga Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy saman við sterkari verju gjørdu mun - at man tveir minuttir fyri steðgin kundi lagt seg á odda.
Ístaðin fyri fór Svøríki frá aftur, og næstu 18 leikminuttirnar skoraði føroyska liðið bert tvey mál, og Rakul Wardum helt sum so heimaliðnum inni í dystinum. Pernille Brandenborg skoraði bæði omanfyrinevndu føroysku málini og var toppskjútti við seks málum. Strikuspælarin og liðskiparin Føroyum skoraði seks mál, og er ein góð loysn at spæla á; serliga tá duelspælið ikki eydnast. Hetta gjørdi tað ikki fyrenn seinna helming av 2. hálvleiki, tá veruligur spenningur kom í dystin aftur.
Pernille Brandenborg skorar eitt av sínum seks málum (Mynd: Sverri Egholm)
Maria Pálsdóttir Nólsoy var væl spælandi í fyrra hálvleiki. Hon skoraði fimm mál og legði upp til nøkur í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ein sannroynd, at svenska liðið hevur fingið sett sítt verjuspæl meira eftir føroyska liðnum eftir 1. hálvleik í Klaksvík. Tað at forða gjøgnumbrotum er ein lykil móti Føroyum, og svenska liðið fekk nýtt hendan í løtum. Talan er ikki um eitt landslið sum so, so tá spælararnir - harav fleirir spæla fyri svenska meistaraliðið Sävehof og summar í Danmark og Fraklandi - líka finna rútmuna saman, so verður tað ein sterk mótstøða. Kropsliga, og í mun til hædd, var Svøríki eisini sterkari enn Føroyar.
Givið er, at venjararnir hava roynt nógv ymiskt í hesum venjingardystunum: Í verjuni men sanniliga eisini í álopinum. Samansetingarnar í bakketuni vóru samanlagt 7-8 í tali báðar dagarnar, og sumt eydnaðist als ikki væl. Simon Olsen og Claus Mogensen hava tó helst fingið nøkulunda tað burturúr saman við liðnum, sum man vildi.
Føroyar vóru í støðunum til at fáa "stig" seint í báðum dystinum. Tað kann tó staðfestast, at man noyðist at spæla meira gjøgnumførdar dystir, um man vil kappast nakað við Kroatia og Sveis og ikki tapa alt ov stórt fyri Danmark í Basel.
Seinni EM-fyrireikingardysturin
Á Skála leygardagin 23. november
Føroyar - Svøríki B 26-28 (14-16)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Sveis, Kroatia og Danmark vunnu øll dystir farna vikuskifti. Føroyar løgdu fyri móti Sveis í gjár - vertirnir hava millum annað vunnið upphitingardyst á Íslandi
Fríggjadagin spældu føroysku hondbóltskvinnurnar søguligan dysti í Sveis. Fyrsti endaspælsdysturin var móti einum av vertstjóðunum. Sveis hevur ikki spælt undankappingardystir vegna vertsstøðuna, men liðið hevur staðið seg heilt væl í upphitingardystunum.
Sveis:
Umframt at hava nógvar spælarar úr heimligu deildini, hevur Sveis spælarar úr Budesliguni, bestu fronsku deildini, Kvindeligaen í Danmark, bestu svensku deildini og unga vongtalentið Miu Emmernegger úr norska stórfelagnum Vipers Kristiansand.
Undan øðrum endaspælinum í søguni hjá sveisisku kvinnunum hava tær vunnið allar upphitingardystirnar - millum annað stórt á Rumenia. Farna fríggjakvøld vann Sveis 30-29 á Íslandi. Føroyar og Ísland vóru í bólki saman í undankappingingini. Tær íslendsku vóru tað omaná, og vunnu við fimm og fýra málum.
Kroatia:
Føroyar eru lægst styrkismettar í bólkinum. Vónin er tó, at man serliga kann bjóða Sveis av, men Kroatia á einum minni góðum degi hjá Balkan-landinum kundi verið áhugavert.
Liðið vann púra óvæntað EM-bronsu fyri trimum árum síðan. Kroatia hevur stóra kropsliga styrki, og vann farna vikuskiftið á bæði Serbia (30-26) og Norðurmakedonia (26-18) - sum vóru í sama styrkisbólki sum Kroatia til EM - í lítlari venjingarkapping. Harvið er liðið eisini væl fyri undan endaspælinum.
Føroyar spæla móti Kroatia sunnudagin klokkan 14.
Danmark:
Á pappírinum greitt tað sterkasta liðið í bólki D. Spælararnir eru profilar í sterku donsku deildini ella í øðrum stórum evropeiskum deilum. Liðið hjá Jesper Jensen hevur heiðursmerki í fýra stórum endaspølum á rað, og Føroyar fara at fáa tað ógvuliga trupult móti Danmark í seinasta bólkaspælsdystinum, týsdagin 3. desember.
Í "Golden League" venjingarkappng vann Danmark á Niðurlondum og Rumenia og spældi javnleik móti norsku evropameistarunum og OL-gullvinnarunum, sum gamaní ikki eru í somu styrki sum áður upp til hetta endaspælið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Ógvusligt úrslit í steypakappingini í gjár: 31 mál vóru á muni
Tað er ikki ofta, at eitt hondbóltslið skorar 50 mál, men tað gjørdi besta manslandsliðið hjá H71 í Klaksvíkar Badmintonhølli sunnudagin.
Team Klaksvík tók ímóti í 2. umfari í bólki 2 í steypakappingini. Heimaliðið fekk ikki eitt bein til jørðina, og eftir 17 minuttir var 5-15.
Munurin í steðginum var 13 mál, og í 2. hálvleikinum varð alt uppaftur meira skeiklað: Team Klaksvík skoraði samanlagt 7 mál, meðan H71 legði 25 mál afturat teimum 25, sum liðið fekk fyri steðgin.
Haraldur Karlsson skoraði mál nummar 50, tá tjúgu sekund restaðu í, og 19-50 stóð á máltalvuni, tá floytan ljóðaði.
At H71 fór at vera greitt omaná var ikki beinleiðis óvæntað, men at 31 mál skuldu vera á muni, kundi ein ikki gitt.
Team Klaksvík hevur eitt av sínum heilt tungu kappingarárum. VÍF sær sterkast út - annars er ikki so stórur munur millum hini seks liðini í bestu deildini, men klaksvíkingar eru aftast við ongum stigi og málmuni á -74 eftir 8 dystir.
Tað verður so eingin steypafinala hjá Team Klaksvík. H71 hevur beina kós víðari og kann tryggja hálvfinaluplássið í Hoyvík 11. desember: Eitt stig ella eitt tepurt tap móti StÍF er nóg mikið.
Faxe Kondi-kappingin hjá monnum - 2. umfar
Sunnudag 21. november
Team Klaksvík - H71 19-50 (12-25)
Toppskjúttar: Jákup Egholm 12 mál, Høgni Heinason 9 mál
Støðan í bólki 2 eftir tvey umfør er tann, at H71 hvur 4 stig, Kyndil og StÍF hava 2 og Team Klaksvík onki stig
VÍF og KÍF í hálvfinalunum
Í bólki eitt varð útsetti dysturin millum Neistan og KÍF í spældur hóskvøldið í høllini á Hálsi.
Talan var um ein lykladyst, KÍF við sigri kundi tryggja sær at koma víðari í hálvfinalurnar saman við VÍF. og harvið skulu KÍF og VÍF spæla hálvfinalur í 2025. 11. desember í Vestmanna verður avgjørt, hvør tekur 1. plássið í bólki 1.
Størsta ljóspunktið hjá Neistanum var U19-landsliðsspælarin, Lýðar í Dímun, sum skeyt 7 mál og varð javnsettur toppskjútti í dystinum.
Eftir tvey umfør er støðan í bólki 1 tann, at VÍF og KÍF hava 4 stig, meðan Neistin og H71 II ikki hava fingið stig enn.
Faxe Kondi kappingin menn - bólkur 1
2. umfar, hósdagin 28. november
Neistin - KÍF 25-30 (13-15)
Toppskjúttar:
Lýðar í Dímun (Neistin) 7 mál, Mikkel Vinther (KÍF) 7 mál
Ongin heimligur hondbóltur er á skránni hetta vikuskiftið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Besta kvinnuliðið hjá StÍF skal hava nýggjan venjara. Samstarvið við Dan Muurholm Jurgensen er steðgað
StíF og venjarin, Dan Muurholm Jurgensen, steðga samstarvinum.
Hesum boðaði StÍF frá sunnukvøldið.
Dan Muurholm Jurgensen hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og havt ábyrgdina av menningini á gentusíðuni síðan mai 2023.
- Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, og vit kunna meira, so skjótt nýggjur venjari er funnin, sigur StÍF.
StÍF hevur seks stig aftaná átta dystir í SMS deildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
- Við einum meistaraheiti, verður tað neyvan eitt betri tíðspunkt, sigur 35-ára gamli málrevurin í fráboðan hjá Víkingi
Hann eigur ein gullskógv frá 2011 og fimm steypagull. Í ár hevði Finnur Justinussen stóran leiklut í FM-heitinum hjá Víkingi - nummar tvey sum hann hevur verið við at vinna fyri barndómsfelagi.
Finnur Justinussen hevur bert umboðað GÍ og Víking í Føroyum. Eftir flotta árið í 2011 skifti syðrgøtumaðurin til Jonköbing Södra í næstbestu svensku deildini. Tað var tó í næstbestu donsku deildini seks ár seinni, at Finnur Justinussen veruliga gjørdi vart við seg. Hann skoraði 22 mál í 32 landskappingardystum fyri Næstved og var á heysti 2018 toppskjútti í 1. Division.
Góðar tíðir í Næstved.
Álvarsamur skaði í 2021...
Men nummar 17 kom aftur, sum man kennir hann (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hvør sínu megin hetta væleydnaða uppihaldið spældi Finnur við Framad Amager og síðani ÍF Føroyar. Hann kom aftur til Føroyar í 2020, og fór beint aftur at skjóta mál í Betrideildini. Ein krossbandsskaði tíðliga í 2021 setti fótbóltsleiðina í vanda, men Finnur spældi í 2022 leiklut í steypagulli og silvurið í Betrideildini.
Í ár hevur nú 35-ára gamli áleyparin skorað 11 mál í samanlagt 33 dystum, sambært FaroeSoccer. Snildi og hartarbeiðandi gøtumaðurin byrjaði kappingarárið ógvuliga væl, og hansara 10 mál hava gjørt sítt til í gullárinum í Sarpugerði. Eisini skoraði Finnur Justinussen sítt triðja evropeiska mál í 2-0 sigrinum á Liepaja, tá Víkingur spældi seg víðari í 1. umfari í Conference League.
Nú takkar áleyparin, sum eisini spældi 6 A-landsdystir, fyri seg á hægsta stigi í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2024
HB hevur aftur fingið fatur á spennandi 17-ára gamli áleyparanum. Bartal Páll Klein hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála
Hann spældi har síni fyrstu fótbóltsár, helt so fram í B36 í fleiri ár áðrenn gjøgnumbrotið í fremstu røð kom fyri B68.
Á seinasta leikdegi við Løkin syrgdi Bartal Páll Klein við hattrikki fyri, at B68 ikki noyddist tungu leiðina niður í 1. deild.
NSÍ megnaði als ikki at hava tamarhald á unga B68-áleyparanum í seinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Leygardagin skrivaði Portalurin um, at ungi og spennandi áleyparin eftir øllum at døma fór at leggja leiðina aftur í Gundadali - til HB. Hetta hevur HB nú endaliga váttað á Facbook-síðu sínari við einum stuttum videobroti.
17-ára gamli áleyparin hevur, sambært okkara upplýsingum, skrivað undir tvey-ára sáttmála við HB.
Bartal Páll hevur longu 36 dystir í Betrideildini og 6 mál. Fyrr í november var vinstrabeinti spælarin og royndarvandi í italska Verona.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
Felagið gjørdi sáttmála við 20-ára gamla klaksvíkingin í síðstu viku. Vongurin hevur seinastu mánaðirnir roynt seg í ÍF
Hann var fastur 1. deildarspælari í Klaksvík, tá ÍF leigaði hann í summar. Silas Gaard spældi ellivu dystir fyri niðurflytaran, og vongurin skoraði eitt mál.
Tað var í síðsta umfari móti 07 Vestur á Dungasandi, og tað verður í Sørvági, at Silas Gaard næstu árini fer at hava heimavøll.
07 Vestur gjørdi í síðstu viku tvey-ára sáttmála við kvika klaksvíkingin.
Annars hevur 07 Vestur fingið Ara í Haraldsstovu Petersen aftur. KÍ leigar unga málverjan aftur til barndómsfelagið, og hann og Silas verða liðfelagarar aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
21-ára gamli leirvíkingurin skal eftir øllum at døma avloysa Jann Benjaminsen. Bergur Poulsen hevur seinastu tvey árini verið fastur maður hjá EB/Streymi
B36 hevur boðað frá, at besta mansliðið í 2025 skal vera meira myndað av "sínum egnu".
Higartil hevur felagið eisini fingið Ragnar Samuelsen og Jóhann Hansson Joensen aftur úr ávikavist B68 og EB/Streymi og longt við Hannes Agnarsson og onkrar yngri spælarar.
B36 hevur tó eisini fingið Heina Vatnsdal til felagið, longt við danan Marius Kryger Lindh, og nú tryggjað sær ein leirvíking í hópin.
Sunnukvøldið gjørdu Bergur Poulsen og B36 sáttmála, sum er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.
Bergur Poulsen hevur her skorað fyri EB/Streym í dysti móti 07 Vestur. Hóast hann hevur mest spælt á høgra bakki, hevur Bergur skorað sjey mál fyri EB/Streym (Mynd: jn.fo)
21-ára gamli høgri bakkurin hevur nógva ferð og styrki. Hann er uppvaksin í Víkingi. Í 2023 og 2024 var hann fastur maður hjá EB/Streymi, og hevur Bergur eisini spælt seg inn í U21-landsliðshópin.
Tað er helst ætlanin hjá B36, at nýggi spælarin skal avloysa Jann Benjaminsen. Lansliðsspælarin var liðformaður í ár men skal næstu árini spæla fyri NSÍ.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2024
23-ára gamli miðvallarin vil royna seg í donskum fótbólti. Havnarmaðurin hevur vant við oddaliðnum í triðbestu donsku deildini hesa vikuna, og skal eisini royna at vísa seg fram næstu tvær vikurnar
Seinasta vetur royndarvandi hann við B93 og Hillerød, sum bæði spæla í næstbestu donsku deildini. Hetta var eftir eitt ógvuliga gott ár við barndómsfelagnum B36, har Andrass Johansen var liðformaður í fleiri førum. Fjølbroytti miðvallarin fekk eisini sínar fyrstu A-landsdystir í 2023.
Í 2024 hevur Andrass verið skaðadarvaður, har serliga ein álvarsamur fótskaði hevur sett kílar í menningina í B36 og fyri nógvum A-landsdystum.
Andrass í evropeiskum dysti í fjør. Hann fekk ikki nakran evropeiskan dyst í 2024 vegna fótskaðan og spældi ikki millum síðstí apríl og mitt í august (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er hann aftur, og er ætlanin at byrja í nýggjum felagi í Danmark. Andrass Johansen var í einum felagi aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum og royndi seg fyrr í mánaðinum, men hesa vikuna hevur hann vant við Fremad Amager.
Havnarmaðurin váttar fyri Portalinum, at felagið ynskir, at hann eisini royndarvenur næstu tvær vikurnar - til Fremad Amager fer í vetrarsteðg.
Talan er um eitt felag, har ógvuliga nógv rumbul hevur verið seinastu árini. Fleiri ferðir hevur fíggjarligt óføri verið. Nú roynir man at byggja upp av nýggjum á Amager, og møguliga verður Andrass Johansen partur av hesum.
23-ára gamli miðvallarin ger aftur greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at spæla í Føroyum í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2024
Landsliðslegendan verður hjálparvenjari og málmansvenjari hjá EB/Streymi
Eftir eina drúgva og flotta tíð sum málverji á landsliðnum, uttanlands - í Danmark, Noreg og Skotlandi - og í føroysku kappingini, hevur Jákup Mikkelsen verið nógv málmansvenjari hjá millum annað FSF.
Har var Jákup málverjumennari og málmansvenjari á A-landsliðnum hjá monnum til fyrr í ár.
Klaksvíkingurin hevur eisini roynt seg sum hjálparvenjara hjá Betrideildarliðnum í barndómsfelagnum og sum hjálparvenjara, umframt høvuðsvenjara eitt skifti, í ÍF.
Nú tekur Jákup Mikkelsen við sum málmansvenjari og hjálparvenjari í EB/Streymi. Hesum boðaði felagið frá á Facebook-síðu sínari í vikuni.
- 54 ára gamli, Jákup Mikkelsen, legst afturat í venjaratoyminum hjá EB/Streymi, bæði sum hjálparvenjari og málmansvenjari. Jákup hevur A-venjaraútbúgving og hevur fitt av royndum í venjarayrkinum.
Harvið skal fyrrverandi málverjin hjálpa Sigfríði Clementsen á Eiði. Teir báðir vunnu FM saman við B36 í 2005 og steypakappingina árið eftir. Hesi árini gjørdi B36 eisini hol í sjógvin í Evropa; kom víðari bæði árini og slóðaði harvið fyri hjá føroyskum feløgum.
Arnbjørn Hansen og Niels Pauli Danielsen vóru hjálparvenjarar hjá Sigfríði Clementsen júst farna kappingarár. Sum skilst skal síðstnevndi eftir ætlan spæla meira í 2025 - hevur verið skaðadarvaður í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2024
Greipuvinnararnir úr Runavík hava tryggjað sær landsliðsáleyparan, sum í fyrru hálvu í ár spældi í Grikkalandi. 25-ára gamla havnarkvinnan hevur skorað 70 mál í Betrideildini
NSÍ tryggjaði sær í oktober greipuna á fyrsta sinni, og nú er kvinnuliðið í Runavík styrkt.
NSÍ boðaði mánakvøldið frá, at Rebekka Fjallsá Benbakoura hevur valt at skifta til NSÍ úr barndómsfelagnum HB.
Rebekka Benbakoura saman við Karsteni Joensen, formanni í NSÍ (Mynd: nsi.fo)
Áleyparin spældi har í seinnu hálvu hetta kappingarárið. Fyrr í ár royndi Rebekka seg í GPO Kastorias. Har gjørdi føroyski landsliðsspælarin millum annað vart við seg við nøkrum málum.
Í 2023 hevði Rebekka Benbakoura eitt gott kappingarár í KÍ, har hon skoraði 21 landskappingarmál og á fyrsta sinni gjørdist føroyameistari.
Heidi Sevdal og Rebekka Benbakoura í steypafinaluni í 2023. Nú er spurningurin um tær báðar fara at spæla saman, eins og tær gjørdu í HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í steypafinaluni var NSÍ omaná, men Rebekka hevur vunnið steypakappingini áður: Tað var við Allani Dybczak sum venjara í HB í 2019.
Nú skal 25-ára gamla havnarkvinnan, við 113 Betrideildardystum, 19 A-landsdystum, 26 steypadystum og 94 málum, aftur spæla við einum liði hjá Allani - hjá greipuvinnarunum.
Spurningurin er so, um tað verður saman við Heidi Sevdal aftur. Í samrøðu við Kringvarpið í Sarpugerði eftir seinasta umfar í Betrideildini sáddi suvereni toppskjúttin iva um, hon fer at halda fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2024
Tólv luttakarar lyftu seg til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met
Árliga steypakappingin í styrkilyfting (powerlifting) fyri menn var farna vikuskiftið í Burn í Berjabrekku í Havn.
Tólv luttakarar lyftu seg til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met.
Samlaði vinnarin varð funnin út frá hægsta stigatalinum, har ið kropsvekt og lyftivekt verða sett í mun til hvørt annað.
Heiðursmerkjaplássini
Royndi styrkilyftarin, Rógvi Sørensen, fekk gullið um hálsin við 86,64 stigum og lyftunum 230 kilo í squat, 147,5 kilo í benchpress og 260 kilo í deadlift, íalt 637 kilo (3-dystur).
Rógvi er fluttur ein vektflokk upp, og kappast nú í 93 kilo vektflokkinum.
Honum á baki komu Tordur Sigurðsson á øðrum plássi og vann silvur við 83,03 stigum og Teitur K. Johansen á triðja plássi og vann bronsu við 81,82 stigum. Lyftini hjá Tordi Sigurðssyni, sum luttekur í 83 kilo vektflokkinum, vóru 190-130-260, íalt 580 kilo.
Teitur K. Johansen, sum kappast í 105 kilo vektflokkinum, gjørdi hol í sjógvin við FM fyrr í ár, og í steypakappingini økti hann um sítt føroyska met í squat við 2,5 kilo til 250 kilo. Lyftini vóru 250-160-245, íalt 655 kilo.
15 føroysk met umframt persónlig met
Gull-vinnarin Rógvi Sørensen setti tvey føroysk met í 93 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 230 kilo squat og 260 kilo deadlift. Silvur-vinnarin Tordur Sigurðsson setti tvey føroysk met í masters-bólkinum (40-49 ár) við 190 kilo squat og 260 kilo deadlift. Bronsu-vinnarin Teitur Johansen setti eitt føroyskt met í 105 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 250 kilo squat.
17 ára gamli Sakaris Markus Jacobsen setti trý føroysk met í junior-yngri bólkinum (U18) í 74 kilo vektflokkinum við 105 kilo squat, 85 kilo benchpress og 157,5 kilo deadlift, íalt 347,5 kilo ella 51,59 stig.
Ein annar 17 ára gamal lyftari, Mathias Mikkelsen setti eitt føroyst met í junior-yngri bólkinum í 83 kilo vektflokkinum við 105 kilo benchpress. 16 ára gamli Dávid Persson Højgaard setti eitt føroyskt met í junior-yngri bólkinum í 93 kilo vektflokkinum við 107,5 kilo benchpress. Í junior-eldri bólkinum (U23) setti Sofus B. Jakobsen eitt føroyskt met í bonkpress við 132,5 kilo.
Harumframt settu Rógvi Sørensen, Teitur K. Johansen, Sakarias Markus Jacobsen og Tordur Sigurðsson met í 3-dyst, sum er tær tríggjar greinarnar íalt, tvs squat + benchpress + deadlift.
Nakrir av lyftarunum hesaferð vóru úr Eysturoynni og Norðoyggjum, har ið feløg eru í ferð við at verða stovnað. Fimm av lyftarunum luttóku í kapping fyri fyrstu ferð, og blandið í aldri og vektflokkum var gott.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2024
Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir
Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1. deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum mikukvøldið.
Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.
1. deild (4. umfar)
Sandavágur - Klaksvík (B) 3½-½
Høgni Egilstoft Nielsen - Haldur S. Johansen 1-0
Silas Eyðsteinsson - Wille Olsen ½-½
Jón í Horni Nielsen - Rani Nolsøe 1-0
Torkil Nielsen - Tummas M. Sólsker 1-0
Støðan í 1. deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 5
Kollafjørður 3½
Kappingin liggur nú still til eftir nýggjár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald