Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 23. november 2024 | Nr. 47 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Julius í Likkudali 2 í Norðurlandahúsinum

SíÐa 31

1 Leygardagur 23. november 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Veðrið má sær ráða


Í vikuni vórðu vit enn einaferð – tað er ikki so óvanligt fyri júst hesa ársins tíð – órógva av illveðri, nú norðanrák við kulda og kava legðist yvir oyggjarnar, og meðan hesar linjurnar verða skrivaðar, sita vit  eisini og bíða eftir hvussu tað næsta lágtrýstið vestan úr havi fer at hátta sær.

Okkurt bendir á, at leiðin liggur nakað øðrvísi enn seinast, tí tað verður ikki við sama kulda, men hinvegin við kanska meira vindi.

Meira enn ta einu ferðina hava vit hesar seinastu dagarnar hoyrt fólk siga um hetta við at ferðast millum bygda, at nú hevur tað ikki so nógv upp á seg, tí meginparturin av túrinum “er undir taki”. Ein av nógvum jaligum avleiðingum av, at vit hava fingið undirsjóvartunnlar, ikki minst Eysturoyartunnilin, sum gagnar nógvum fólkum, serliga eftir at prísskipanin fann eitt skilagott støði.

Men veðrið mikudagin vísti okkum eisini, at vestmenningar eisini áttu at fingið ein tunnil, tí tey vóru fleiri, sum máttu bíða í upp til fýra tímar áðrenn tey sluppu til ella frá bygdini.

Hóast fýra tímar kanska fýra ferðir um árið er lítið í mun til tað, sum suðringar og onnur útoyggjafólk verða útsett fyri gjøgnum alla vetrarhálvuna, so skilja vit støðu vetmenninga, hóast vit als ikki eru samd í, at ætlaði tunnilin eigur at liggja millum Kvívík og Vestmanna. Tí onki eyka gagn ella meirvirði – als onki – fæst burtur úr at fáa ein tunnil, ið liggur á sama strekki sum núverandi farleið. Vit hava skrivað um hetta á hesum stað fyrr, so tað verður ikki endurtikið í dag.

Men veðrið mikudagin lærdi okkum eisini, at líka so stórur tørvur, sum tunnilin til Vestmanna er, líka so stórur, ella størri, er tørvurin á, at Vágatunnilin verður førdur víðari undir Rógvuna og yvir í dalin oman fyri Sandavág. Tí Hálsurin er vandaleið á vetrartíð, eins og Høgareyn er hinu megin sundið.

Vit ivast ikki í, at innan leingi kemur veruligt trýst á politiska skipanina um at fáa hetta gjørt – spurningurin er bara, um vestmenningar hava fingið ‘sín’ tunnil til ta tíð.

Júst hetta mistak í projekteringini av Vágatunnlinum er bara eitt dømi um, at vit í fleiri førum hava hugsað ov stutt tá tað kemur til eitt nú tunnilsverkætlanir.

Um nøkur ár fara vit at iðra okkum ógvusliga um, at vit ikki untu hestfólki og skúvoyingum ein tunnil, og harvið at gerast partur av meginøkinum heldur enn at doyggja út, eins og vit fara at iðra okkum enn meira um, at neyðugt skuldi vera at gera okkum so ógvusliga inn á náttúruna í Sandvík og Hvalba, um so er, at hildið verður fast um, at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Sandvík, sum ætlanin er nú, heldur enn at føra hann víðari suður um Hvalbiar bygd.

Tíbetur er enn tíð at endurskoða og broyta ta øðrvitisætlanina... 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2818

    Lisnar síður: 9828

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 23. november 2024

Níggju pláss upp á danska listanum yvir milliardingar

Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør eru nú á 58. plássi yvir tey ríkastu í danska ríkinum

Regin Jacobsen her saman við konuni Eydnu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á listanum fyri tey ríkastu fólkini í danska ríkinum liggja stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør Jacobsen, nú á plássi nummar 58. Hetta er níggju pláss betur enn á listanum fyri 2023.

Ognin hjá teimum verður mett til 3,4 milliardir krónur, sum er 600 milliónir meira enn árið fyri.

Tað er danski miðilin Økonomisk Ugebrev, sum ger listan yvir tey 100 ríkastu fólkini og familjurnar í Danmark.

[object Object]
Oddvør Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Um Bakkafrost verður m.a. sagt soleiðis í umrøðuni av Regini og Oddvør Jacobsen:

“Teir báðir stóru partaeigararnir – móðir og sonur – hava eina óbroytta ogn í mun til árið fyri. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Noregi, hóast felagið hoyrir heima í Føroyum. Ognarvøksturin á yvir eina hálva milliard kemur av, at partabrævakursurin er væl hægri enn árið fyri.”

Bert ein annar er á hesum listanum, hvørs virksemi er innan fiskivinnuna. Tað er reiðarin Henning Kjeldsen í Skagen, sum fyrr átti stóra uppsjóvarskipið “Gitte Henning”. Hann liggur nummar 77 á listanum við eini ogn á 2,4 milliardir krónur. Høvuðsfeløg hansara eita “Gitte Henning Pelagic A/S” og “Henning Kjeldsen Holding ApS”, og eftir at hann seldi uppsjóvarskipið, hevur hann millum anna gjørt íløgur í fleiri hotell í Skagen.

Nummar eitt á listanum og nógv ríkast í Danmark, er familjan Kirk Kristiansen, ið eigur Lego. Tey eru góð fyri 368,8 milliardir krónur. Teimum á baki kemur familjan Holch Povlsen/Heartland-samtakið (85,9 milliardir krónur) og Familjan Clausen/Danfoss (84,7 milliardir krónur).

Listin yvir tey ríkastu í Danmark sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

3 Leygardagur 23. november 2024

31 ára gamal varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd

Mál um drápsroynd í Skálafirði. Ein maður varð stungin í bringuna við knívi, men kláraði at verja seg

(Savnsmynd: Føroya rættur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan handtók hóskvøldið um tíggju tíðina ein 31 ára gamal útlending í Skálafirði. Maðurin var í grundlógaravhoyring fríggjadagin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Málið snýr seg um drápsroynd. Útlendingurin skal hava stungið ein mann, ein føroying, í bringuna við knívi.

Maðurin kláraði at verja seg, men hevur stungusár í bringuni, skrivar Kringvarpið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

4 Leygardagur 23. november 2024

Sjúrður Skaale ávarar móti herdum ES-revsiátøk móti Føroyum

- Tíggju ár eftir makrelstríðið er ríkisfelagsskapurin aftur í eini løgnari støðu, har Danmark kann enda við at revsa Føroyar, skrivar føroyski fólkatingslimurin í kronikk

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í kronikk í danska netmiðlinum Altinget í vikuni, varpar fólkatingslimurin Sjúrður Skaale ljós á, at ES-nevndin í farnu viku legði fram uppskot um at herða galdandi revsimøguleikar á fiskiveiðuøkinum, soleiðis at harðari revsitiltøk kunnu setast í verk mótvegis triðjalondum, ið sambært ES reka fiskiveiðu á óburðardyggan hátt.

Sambært fólkatingsmanninum kann talan næstan gerast um eitt makrelstríð 2.0, sum avdúkar serstøku avbjóðingina í ríkisfelagsskapinum: At Føroyar eru uttanfyri, meðan Danmark sum ES-limur noyðist at virða avgerðirnar úr Brússel. Hann vísir eisini á, at herðingin hjá ES serliga snýr seg um Føroyar, tí strandalondini enn ikki eru vorðin samd um býti av uppsjóvarfiski.

Sjúrður Skaale finst í greini eisini at ES fyri at taka sær rættin at skilmarka, nær Føroyar bera seg ábyrgdarfult og burðardygt at. Og spyr um tað ikki var júst hetta sjálvrættvísið, sum var orsøkin til makrelstríðið og aðrar ósemjur millum partarnar:

- Ein kann heldur spyrja, um tað var burðardygt, tá hollendski forsætisráðharrin í 2017 ringdi til Føroya løgmann og legði trýst á hann, um ikki at seta í verk fiskivinnunýskipanina.

- Ella um tað yvirhøvur er burðardygt, at ES á hvørjum ári tilognar sær fiskikvotur í Afrika, og sostatt útflytir trupulleikan við ovurfisking til triðjalond, og samstundis herðir revsimøguleikarnar mótvegis somu triðjalondum, skrivar Sjúrður Skaale.

At enda ásannar fólkatingsmaðurin, at Føroyar hava eina stóra ábyrgd at umsita havsins tilfeingi burðardygt, sama hvat ES hevur gjørt ella ger. Men samstundis spyr hann um tað er rímiligt, at ES bæði er lóggevi, politistur og dómari á hesum økinum.

Seinast tað kom til skarpskeringar millum partarnar, vísti tað seg, at føroyingar høvdu rætt, og at revsiátøkini vóru órímilig. Og lítið talar fyri, at ES umsitur sínar fiskastovnar betri burðardyggari enn føroyingar. Tað eiga allir partar at hava í huga, nú nýggj revsiátøk kunnu vera ávegis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

5

Størv

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024
6 Leygardagur 23. november 2024

Almennir hoyringsfundir um Suðuroyartunnilin

Møguleiki verður hjá almenninginum at seta spurningar og koma við viðmerkingum á fundum á Drelnesi, heima á Sandi og í Havn

Løgmaður fer á hoyringarfundunum at greiða frá politisku semjuni, ið varð gjørd 8. november (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgmansskrivstovan skipar í komandi viku fyri trimum hoyringsfundum um Suðuroyartunnulin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum. Fundirnir verða í í Salt á Drelnesi mánakvøldið, á Mørkini Miklu heima á Sandi týskvøldið og í Finsen í Havn mikukvøldið.

Fundirnir verða hildnir í sambandi við, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin liggur til ummælis í løtuni.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 6. desember 2024.

Á fundunum verður høvi hjá almenninginum at seta spurningar og gera við merkingar til verkætlanina.

Umframt løgmann, verða eisini umboð fyri Pf. Suðuroyartunnilin og Landsverk til staðar.

Skráin fyri fundirnar er soljóðandi:

  1. Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)
  2. Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (Pf. Suðuroyartunnil)
  3. Møguligar loysnir viðvíkjandi tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)
  4. Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum

Fundirnir verða:

  • Mánakvøldið 25. november kl. 19 í Salt á Drelnesi
  • Týskvøldið 26. november kl. 19 á Mørkini Miklu á Sandi
  • Mikukvøldið 27. november kl. 19 í Finsen í Havn 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

7 Leygardagur 23. november 2024

Starvsfólkini høvdu trupult at samstarva við stjóran

Nevndin í Posta tók bræv frá starvsfólkaumboðum í størsta álvara. Frihedsbrevet avdúkar staklutir um hví Hans Jákup Langgaard gavst sum stóri í Posta

Hans Jákup Langgaard (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt bræv til nevndina í Posta frá tveimum starvsfólkaumboðum um ónøgd við stjóran, var eftir øllum at døma orsøkin til, at Hans Jákup Langgaard herfyri valdi at siga upp sum stjóri á almenna partafelagnum Posta.

Tað kundi Frihedsbrevet (krevur hald) avdúka í grein í vikuni.

Brævið til Jóan Magnus Rasmussen, táverandi nevndarformann, vísti á ónøgd og samstarvstrupulleikar við nýggja stjóran, ið byrjaði á Posta í november í fjør.

Í brævinum vístu tey bæði á, at tað var breið ónøgd í starvsfólkahópinum yvir, at tey høvdu trupult við at samstarva við stjóran, og tvørrandi samstarv eisini var orsøk til, at tvey starvsfólk – “lyklapersónar” – høvdu sagt seg úr starvi.

Hvørki Hans Jákup Langgaard sjálvur ella Jóan Magnus Rasmussen, táverandi nevndarformaður, vilja viðganga, at tað var júst brævið, ið var orsøkin til at stjórin gavst.

Men nevndarformaðurin váttar fyri Frihedsbrevet, at tey tóku brævið í størsta álvara, og viðgjørdu skuldsetingarnar við stjóran. Nevndin viðgjørdi skrivið og ásannaði, at um Hans Jákup Langgaard ikki sjálvur segði seg úr starvi, so kundi nevndin gerast noydd til at siga hann upp.

Almenna frágreiðingin frá Posta var, at stjórin sjálvur hevði sagt seg úr starvi, og at uppsøgnin var komin óvart á nevndina.

Les: Hans Jákup Langgaard sagt seg úr starvi

Í hesum sambandi kom fram, at Posta-stjórin fekk løn í seks mánaðir umframt 200.000 krónur í bonus við sær, hóast hann einans hevði sitið í stjórastarvinum í 11 mánaðir.

Stutt eftir at stjórin var farin til hús, fekk Jóan Magnus Rasmussen, nevndarformaður, boð frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, at hann ikki longur var formaður í nevndini fyri Posta. Á eykaaðalfundi í almenna partafelagnum, var Árni Ellefsen, fyrrverandi stjóri í BankNordik, settur sum nevndarformaður tí hann “skuldi fáa almenna partafelagið at hanga saman fíggjarliga”.

Les: Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

8 Leygardagur 23. november 2024

Føroyar áttu stívliga fimm milliardir uttanlands í 2023

Talan er um ein vøkstur í nettoognini upp á 7,6 milliardir krónur frá 2022 til 2023, skrivar Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2023. Aftan á nærum tvær milliardir krónur í nettoskuld til útlandi í 2022, høvdu Føroyar aftur nettoogn uttanlands í 2023.

Nettoskuld føroyinga uttanlands var 2,5 milliardir krónur í 2022. Hetta komst serstakliga av, at fyritøkur tóku nøkur stór lán hetta árið. Í 2023 er nettoognin komin upp á 5,1 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur í nettoognini uppá 7,6 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ein orsøk til stóru broytingina er, at virði á virðisbrævaognunum uttanlands vóru lág í 2022, men hækkaðu aftur í 2023. Samstundis minkaði virðið á virðisbrævognunum hjá útlendingum í føroyskum fyritøkum.

Allir geirar hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við eini knappari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Vinnufyritøkurnar hava seinastu árini havt eina nettoskuld til útlandið á umleið 15 milliardir krónur í miðal. Tó nakað hægri í 2022, tí fyritøkurnar tóku nøkur stór lán hetta árið. Skuldin er tó minkað nógv aftur í 2023.

Tað almenna hevur vaksið um sínar ognir uttanlands við hálvaaðrari milliard krónum. Uttanlandsskuldin er vaksin við fjórðings milliard, sostatt er nettoognin vaksin góðar 1,2 milliardir krónur.  

Meira enn helmingurin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Rentan á lánsbrøvum hevu verið lág seinastu árini, og tað sæst aftur í, at lánsbrævaognirnar eru minkarðar við nærum seks milliardum krónum frá 2020 til 2022. Lánsbrævaognirnar eru vaksnar aftur við eini góðari milliard krónum frá 2022 til 2023.

Umleið helmingurin av uttanlandaskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv. Henda skuldin er vaksin nógv øll árini fram til 2022. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum.

Virðið á partabrøvunum minkaði við nærum fýra milliardum krónum frá 2022 til 2023. Lániskuldin vaks upp í 7,4 milliardir krónur eftir fíggjarkreppuna. Skuldin lækkaði frá 2010 fram 2018. Ein lítil vøkstur var í skuldini frá 2018 fram til 2021, men seinastu tvey árini er skuldin vaksin úr 5,4 milliardum krónum í 9,1 milliardir krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

9 Leygardagur 23. november 2024

Hagstovan: 29.950 starvsfólk í oktober

Talan er um ein vøkstur á 1,6 prosent - knapt 470 fólk - í mun til oktober í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í oktober vóru 29.950 starvsfólk í Føroyum, knapt 470 starvsfólk ella 1,6 prosent fleiri enn í oktober í fjør, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í oktober vóru gott og væl 15.300 menn og knapt 14.650 kvinnur í starvsfólkaskaranum.

Samanborið við oktober í fjør høvdu kvinnurnar ein vøkstur á 1,5 prosent ella 220 persónar. Hjá monnunum var vøksturin 1,6 prosent, ella 250 persónar.

Tá hugt verður at aldursbýtinum var størsti aldursbólkurin í oktober starvsfólk millum 30 og 39 ár. Tey vóru góð 20 prosent av starvsfólkaskaranum. 54 prosent av starvsfólkunum vóru 40 ár ella eldri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

10 Leygardagur 23. november 2024

Hagstovan: Innflutningsvirðið minkað 833 milliónir krónur

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum oktober 2023 til september 2024 innfluttu føroyingar fyri 10,7 milliardir krónur.

Tað eru 833,2 milliónir krónur, ella góð sjey prosent, minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 483,8 milliónir krónur, góð 24 prosent, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 195,3 milliónum krónum ella 6,3 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

11
Leygardagur 23. november 2024

Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin minkaður eina knappa milliard krónur

Útflutningurin av laksi, toski og fóðuri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum oktober 2023 til september 2024 varð útflutt fyri 11,9 milliardir krónur, sum er 1,1 milliardir minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 11,2 milliardir, sum er ein minking á 989,4 milliónir, ella góð átta prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av laksi, toski og fóðuri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur.

Útflutningurin av laksi er vaksin 552,7 milliónir krónur. Virðið er vaksið góð 10 prosent, og nøgdin er vaksin 17,5 prosent.

Útflutningurin av toski er vaksin 101,1 millión krónur, og virðið er vaksið 11 prosent. Nøgdin er vaksin 12,6 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

12 Leygardagur 23. november 2024

1.000 kr. í bót fyri ikki at skava rútarnar

Allir rútarnir á bilunum skulu skavast reinir fyri kava og ís

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað ræður um at skava rútarnar væl fyri ís og kava áðrenn farið verður avstað í bilinum í hesum kuldaveðrinum.

Løgreglan støðgaði mánadagin einum bili í Havn, sum einans hevði skava rútin frammanfyri, men ikki hevði útsýni gjøgnum bakrútin ella síðurútar. Hetta er ólógligt, og bilførarin fekk eina bót á túsund krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

13 Leygardagur 23. november 2024

Bókhaldarin óraði ilt

Boð komu frá stjóranum um at flyta 9700 evrur til Italia. Trupulleikin var bara, at hetta var als ikki stjórin sum hevði sent teldupostin. Løgreglan hevur fingið fleiri slíkar fráboðanir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyritøka í Havn fór hósdagin til løgregluna, tí onkur royndi at lumpa tey fyri pengar.

Ein teldupostur verður sendur á føroyskum til bókhaldið við stjóranum sum avsendara og biðið varð um at gera eina skundflyting. Hesin snýtihátturin verður róptur BEC-Fraud teldupostur.

Tíbetur fann bókhaldarin útav, at alt ikki ruggaði rætt rætt, áðrenn pengar vórðu fluttir. Talan var um omanfyri 70.000 krónur í donskum krónum.

Men hendan fyritøkan er ikki tann fyrsta, sum er út fyri slíkum. Hetta er hent fleiri ferðir síðstu dagarnar, og í onkrum føri eru pengar fluttir, men tað hevur tíbetur eydnast at steðga flytingini í bankanum.

[object Object]

Løgreglan mælir øllum, ið hava fingið ella fáa hendan teldupostin, til at strika hann. Hevur onkur framt hesa flyting, mugu tey alt fyri eitt venda sær til sín peningastovn. Føroya Politi mælir samstundis øllum fyritøkum til at hava greiðar mannagongdir fyri uttanlandsflytingum, tí tað oftast er her, at teldusníkarnir lumpa fyritøkurnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

14 Leygardagur 23. november 2024

Kom afturíaftur í øllum góðum

Tyrluleitingin eftir fólki í haganum millum Tjørnuvík og Stakkin fríggjamorgunin varð avblást. Tað eydnaðist at beina mannin á rætta kós

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein leiting, sum varð sett í verk við tyrlu fríggjamorgunin, bleiv skjótt avblást. Við bjartari lykt eydnaðist at beina mannin, sum var vorðin vilstur, á rætta kós og hann er komin afturíaftur í øllum góðum.

Tað upplýsir løgreglan seinni um morgunin.

Fólk av Eiði ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at tey sóu ljós í haganum oman fyri Tjørnuvík. Tey óttaðust at onkur var komin illa fyri.

Talan var um staðkent fólk, men tað ber kortini til at villast í myrkri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

15 Leygardagur 23. november 2024

Anna Falkenberg gjørt avtalu við donsku stjórnuna um 54 milliónir krónur

Fólkatingskvinnan hevur gjørt avtalur við donsku stjórnina í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025. Eitt nú fær føroyska løgreglan pengar til dátugreinara og kunningarfólk

Anna Falkenberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 54 milliónir í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025. Flestu pengarnir fara til føroyska politiið, Føroya Rætt, gransking og filmsgerð.

- Tað hevur verið týdningarmikið fyri meg, at peningurin, sum hesaferð er játtaður á donsku fíggjarlógini til føroysk viðurskiftir, verður til gagns fyri Føroyar og ríkisfelagsskapin. Eg haldi, at tað hevur hepnast væl, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

[object Object]Á myndini eru Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, Anna Falkenberg og umboð fyri donsku stjórnina

Sambært semjuni, ið er gjørd við donsku stjórnina, eru 5 milliónir krónur settar av í eitt fýra ára skeið til at seta tvey fólk í starv hjá politinum. Talan er um eitt kunningarfólk og ein dátugreinara.

- Politiið í Føroyum hevur stóran tørv á fólki, ið hava serliga vitan, serliga tá talan er um cyberkriminalitet, og við hesi semjuni eru stig tikin til at raðfesta politiið hægri. Eg segði, tá fólkatingið bleiv sett í oktobur, at eg fór at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá politinum. Hetta er bert eitt stig á leiðini, og næsta stigið verður, tá langtíðarfíggingin av politinum skal avtalast í 2025, sigur Anna Falkenberg.

Umframt at seta tvey starvsfólk, eru pengar eisini settir av til at umvæla hølið hjá politinum, har fútin heldur til, soleiðis at ein partur av húsinum kann brúkast til skrivstovur hjá politinum. Harafturat fær Føroya Rættur pengar til videoútgerð.

Bjargingarbáturin, Rescue Lív, fær góðar tvær milliónir á fíggjarlógini. Báturin er frá 1996 og hevur tørv á uppstigan fyri at báturin er framtíðartryggjaður eini 25 ár afturat. Verkætlanini tørvaði 1,9 milliónir krónur fyri at koma á mál, og hesir pengarnir verða nú játtaðir á donsku fíggjarlógini.

Játtanin til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki verður økt, samstundis sum fleiri pengar eru játtaðir til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi, ið leingi hevur verið ein raðfesting hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

- Veðurlagskreppan er ein altjóða avbjóðing, sum skal loysast í felag – men hetta er ein liður í føroysku tilgongdini at taka ábyrgd um okkara leiðir, sigur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi og grønlendska flokkinum, IA, útvegað filmspuljuni, Norddok III, 30 milliónir krónur frá 2025 til 2027. Endamálið við Norddok er at stuðla heimildarfilmum, sum lýsa viðurskifti í Føroyum, Grønlandi ella í Danmark. 

Tær 54 milliónirnar, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur um, eru býttar soleiðis:

• 3 milliónir krónur yvir 3 ár til dátugreinara hjá Føroya Politi
• 2 milliónir krónur yvir 4 ár til kunningarfólk hjá Føroya Politi
• 1 millión krónur til umvæling av hølum hjá Føroya Politi
• 1,9 milliónir krónur til Rescue Lív
• 400.000 krrónur til videoútgerð til Føroya Rætt
• 30 milliónir krónur yvir trý ár til Norddokk III
• 8 milliónir krónur til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshavi
• 8 milliónir krónur yvir tvey ár til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikki


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

16 Leygardagur 23. november 2024

Flogternur og flogteknikarar fingið nýggjan sáttmála

Í báðum førum er semja um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32 prosent og tann 1. oktober 2025 á 3,87 prosent

13. november gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag (Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt semju við Súluna um nýggjan tvey-ára sáttmála fyri flogternur, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar.

Í báðum førum er semja um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32 prosent og tann 1. oktober 2025 á 3,87 prosent.

Karmurin á 8,19 prosent er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini, skrivar Vinnuhúsið.

[object Object]
Semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna (Mynd: Industry.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

17 Leygardagur 23. november 2024

Jólamerkjagrunnurin latið stuðul

Í gjár lat Posta við Jólamerkjagrunninum 225.000 krónur til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum fýra ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung

Posta hevur við Jólamerkjagrunninum latið til samans 225.000 krónur til Sjósavnið, Reyða kross, Kvæðastevnuna 2025 og til Kvinnuhúsið
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Í gjár vórðu 225.00 krónur latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi.

- Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesu ferð hava vit valt at lata stuðulin til vetrarferiutilboð hjá Føroya Sjósavni, summarlegu hjá Reyða Krossi, Kvæðastevnuna 2025 og til at fjálga um børn á kreppumiðstøðini. Tað er við til at geva børnunum góð minni í frítíðini, og at fjálga um børn, sum eru í einari truplari støðu, sigur Edvard Remberg, virkandi stjóri á Posta.

Ítriv til børn og ung
Føroya Sjósavn hevur fingið stuðul til vetrarferiutilboð til skúlanæmingar, meðan Reyði Krossur Føroya hevur fingið stuðul til summarlegu fyri børn. Kvinnuhúsið hevur fingið stuðul at brúka til børn á Kreppumiðstøðini. Stuðul er latin til Kvæðastevnu fyri næmingar í fólkaskúlanum.  

Í nevndini fyri Jólamerkjagrunnin sita Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Fróði Joensen, yvirlækni og Edvard Remberg, virkandi stjóri á Posta.

Um jólamerkini

• Posta hevur givið út føroysk jólamerki á hvørjum ári síðan 1976

• Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum

• Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini, og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjur knýttar at jólunum

• Jólamerki kunnu keypast á stamps.fo og á posthúsum kring landið. Í ár hevur Helga Djurhuus sniðgivið, og kostar arkið 30 kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

18 Leygardagur 23. november 2024

Gera gøtu niðan á vitan

Arbeiðið at gera gøtu út á Kallin er komið nakað áleiðis

(Mynd: Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á Trøllanesi verður í hesum døgum arbeitt við at gera gøtu niðan á vitan, út á Kallin.

Leingi hevur verið tørvur á hesum, so lendið ikki fer so illa av nógvu ferðafólkunum, sum ganga út á Kallin.

[object Object]Soleiðis sær gøtan út frá bygdini (Mynd: Norðlýsið)

Tey nógvu ferðafólkini sum ganga út á Kallin eru ikki blivin færri, nú gravsteinurin hjá James Bond er settur upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

19 Leygardagur 23. november 2024

Advents- og jólahugni í Plantasjuni

Fyrsta sunnudag í advent skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga adventstiltakinum fyri alla familjuna, og í ár fær Hvíldarheimið Naina ágóðan

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga advents- og jólahugna fyrsta sunnudag í advent frá klokkan 14 til 16.30
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum vant, verður Plantasjan pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, so hugnin er settur í hásæti, tá ið advents- og jólahugnin er sunnudagin tann 1. desembur frá klokkan 14 til 16.30.

Eisini ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.

Havnar Hornorkestur kemur at lívga um løtuna við nøkrum góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist

Talan er um eitt tiltak, sum er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Stuðla Hvíldarheiminum

Hesaferð fer ágóðin av advents- og jólahugnanum til Hvíldarheimið Naina í Havn, sum við hvíld, umsorgan og heilsubót hjálpir fólki at koma fyri seg aftur eftir sjúku, sorg ella aðra strongd.

Í samfull 88 ár hevur Hvíldarheimið Naina gjørt heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi arbeiðið, so hin einstaki aftur skal megna sín gerandisdag. Hetta verður gjørt við góðum samstarvi og samskifti, so veitast kann góð umsorgan, røkt, viðgerð og samanhangur í sjúkugongdini.

Hesaferð fer Lions Club Tórshavn tí ikki so langt fyri at kunna veita ógóðan av tiltakinum, tí Hvíldarheimið Naina er næsti granni hjá Plantasjuni við útsýni yvir økið, har advents- og jólahugnin er.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

20 Leygardagur 23. november 2024

Samgongan í Klaksvík skipað

Nýggi býráðsmeirilutin skrivaði mánakvøldið undir samgonguskjal

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggi býráðsmeirilutin í Klaksvíkar kommunu bjóðaði mánakvøldið til samkomu í Varpinum.

Her varð samgonguskjalið lagt fram og eisini undirskrivað av teimum seks býráðslimunum úr Sambandsflokkinum, Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýri, sum næstu fýra árini mynda meirilutan.

Sitandi borgarstjóri, Karl Johansen úr Sambandsflokkinum, heldur fram, og varaborgarstjóri verður Annika Steintórsdóttir Biskopstø úr Tjóðveldi

Tað sum nú skal henda er, at fyrstvaldi í býráðnum, tað er Jógvan Skorheim í Fóilkaflokkinum, skal kalla inn til fundar, har samgongan formliga skipar seg og velur borgarstjóra. Nær tað verður, er enn ikki greitt.

Fleiri myndir her

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

21 Leygardagur 23. november 2024

Lakasta valið hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík

Tey 13,56 prosentini á kommunuvalinum góvu ein býráðslim. Tað er bara hent einaferð síðan 1966

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kommunuvalið hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík hesaferð var tað lakasta nakrantíð. Í hvussu er aftur til kommunuvalið í 1966, sum hagtølini hjá nettænastuni Valúrslit.fo røkka aftur til.

Javnaðarflokkurin fekk 13,56 prosent av atkvøðunum á kommunuvalinum 12. november. Hetta gav ein býráðslim, Signhild V. Johannesen.

Javnaðarflokkurin hevur bara einaferð áður fingið ein býráðslim. Tað var í 2012, tá ið flokkurin fekk 14,75 prosent av samlaðu atkvøðunum.

Fimm tey lakastu valini:
2024: 13,56 prosent – ein býráðslimur
2016: 14,72 prosent – tveir býráðslimir
2012: 14,75 prosent – ein býráðslimur
1996: 16,43 prosent – tveir býráðslimir
1988: 16,75 prosent – tveir býráðslimir

Fimm tey bestu valini:
1966: 28,40 prosent – tveir býráðslimir
1976: 27,76 prosent – tríggir býráðslimir
1974: 26,77 prosent – tríggir býráðslimir
1970: 21,44 prosent – tveir býráðslimir
1980: 20,26 prosent – tveir býráðslimir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2024

22 Leygardagur 23. november 2024

Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri

Sitandi borgarstjórin heldur fram, og Tóri Højgaard verður nýggjur varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu

Tórbjørn Jacobsen var toppskorari á kommunuvalinum í Runavíkar kommunu við 350 persónligum atkvøðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu komandi fýra árini.

Hann varð afturvaldur á almenna býráðsfundinum hjá nývalda býráðnum leygardagin.

Tórbjørn Jacobsen, sum hevur verið borgarstjóri síðan 2016, varð fyrstvaldur á kommunuvalinum í Runavík við 350 persónligum atkvøðum.

Tóri Højgaard, sum varð nummar trý á býráðsvalinum við 158 persónligum atkvøðum, verður nýggjur varaborgarstjóri.

Sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, verða nevndirnar í býráðnum skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd:
Tórbjørn Jacobsen, formaður, Tóri Højgaard, næstformaður, Sigrun Jónsveinsdóttir, Arnfinn Langgaard og Terje Beinar Vestergaard

Tøkni- & umhvørvisnevnd:
Pauli Poulsen, formaður, Jóhan Vest, næstformaður, Jógvan Andersen, Petur Hansen og Arnfinn Langgaard

Vinnunevnd:
Jógvan Andersen, formaður, Terje Beinar Vestergaard, næstformaður, Bogi Hansen, Pauli Poulsen og Jóhan Vest

Havnanevnd:
Bogi Hansen, formaður, Terje Beinar Vestergaard, næstformaður, Jógvan Andersen, Sigrun Jónsveinsdóttir og Jóhan Vest

Trivnaðarnevnd:
Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna, John Andersen, næstformaður, Petur Hansen,Pauli Poulsen og Arnfinn Langgaard

Mentanarnevnd:
Petur Hansen, formaður, John Andersen, næstformaður Sigrun Jónsveinsdóttir Bogi Hansen og Terje Beinar Vestergaard
ersen

Ítróttarnevnd:
Arnfinn Langgaard, formaður, Pauli Poulsen, næstformaður, Jógvan Andersen, John Andersen og Terje Beinar Vestergaard

Byggi- & býarskipanarnevnd:
Tóri Højgaard, formaður, Jóhan Vest, næstformaður, Petur Hansen, John Andersen og Bogi Hansen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2024

23 Leygardagur 23. november 2024

Per Martin Gregersen heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur skipað seg

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á býráðsfundi týskvøldið skipaði nývalda býráðið í Eysturkommunu seg.

Nývaldu býráðslimirnir eru Per Martin Gregersen, Unn Jarnskor Ellingsgaard, Heri Mikálsson, Hanna Jensen, Pól í Skorini, Rebekka Jensen, Uni Rasmussen, Magnus Skoralíð og Ann Fuglø.

Tað var einmælt samtykt at velja Per Martin Gregersen til borgarstjóra. Eisini var einmælt samtykt at velja Una Rasmussen til varaborgarstjóra. 

Eisini vóru føstu nevndirnar mannaðar, og var hetta somuleiðis einmælt samtykt.

Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd
Per Martin Gregersen, formaður
Magnus Skoralíð
Unn J. Ellingsgaard

Byggi & býarskipanarnevnd
Heri Mikálsson, formaður
Uni Rasmussen
Ann Fuglø

Mentanarnevnd
Hanna Jensen, forkvinn
Pól í Skorini
Rebekka Jensen

Trivnaðarnevnd
Unn J. Ellingsgaard, forkvinna
Rebekka Jensen
Magnus Skoralíð

Vinnunevnd
Pól í Skorini, formaður
Ann Fuglø
Uni Rasmussen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

24 Leygardagur 23. november 2024

Kristin Michelsen heldur fram

Á eyka býráðsfundi leygardagin varð nývalda býráðið í Tvøroyrar kommunu skipað, og samtykt bleiv við fýra atkvøðum fyri og trimum blonkum at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra

Frá v. Arnfinn Bech, Eyð Eidesgaard, Bjarni Hammer, Anita Vibergsdóttir, Barbara Tausen, Kristin Michelsen og Alvi Mortensen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardag seinnapart var eyka býráðsfundur, har nývalda býráðið í Tvøroyrar kommunu skipaði seg, og nú er greitt, at Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir halda fram sum ávikavist brogarstjóri og varaborgarstjóri.

Á kommunuvalinum 12. november gjørdist Kristin Michelsen toppskorari í Tvøroyrar kommunu við 265 persónligum atkvøðum. Anita Vibergsdóttir varð nummar fýra við 89 persónligum atkvøðum.

Á fundinum leygardagin varð samtykt við fýra atkvøðum fyri og trimum blonkum, at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra, og samtykt bleiv við seks atkvøðum fyri og einari blankari at velja Anitu Vibergsdóttir til varaborgarstjóra. Nevndarval til komandi býráðssetuna verður avgreitt á øðrum býráðsfundi seinni í ár, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Nývalda býráðið, sum tekur við 1. januar 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

25 Leygardagur 23. november 2024

Bjarni Johansen farin úr Javnaðarflokkinum

Stríðið um borgarstjórasessin í Vági hevur við sær, at Bjarni Johansen meldar seg úr flokkinum

Bjarni Johansen (Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sitandi borgarstjórin, Bjarni Johansen, meldar seg úr Javnaðarflokkinum. Hesum boðar hann frá í tíðindaskrivi í vikuni.

Stríð hevur tikið seg upp um borgarstjórasessin og samgonguna í Vágs kommunu síðani kommunuvalið. Levi Mørk sum fekk flestar atkvøður á Javnaðarlistanum hevði ætlað sær borgarstjórasessin, men Bjarni Johansen, eisini á Javnaðarlistanum, fór í samgongu saman við Tjóðveldi, og heldur tí helst fram sum borgarstjóri.

Enn hevur nývalda býráðið í Vági ikki skipað seg. 

Arni D. Brattaberg á listanum hjá Tjóðveldi, ið er fyrstvaldi býráðslimur, hevur gjørt tvær royndir at skipa býráðið í hesi vikuni, men fundurin var ikki viðtøkuførur, tí limirnir á javnaðarlistanum ikki møttu.

Ikki tí tað hastar at skipa nývalda býráðið. Tað skal bara gerast innan 1. januar, tá nýggja býráðið tekur við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

26 Leygardagur 23. november 2024

Nývalda býráðið í Vága kommunu skipað seg

Bjarni Prior heldur fram sum borgartstjóri, og Jóanis Albert Nielsen verður nýggjur varaborgarstjóri

Bjarni Prior heldur fram sum borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var eyka býráðsfundur í Vága kommunu, har nývalda býráðið skipaði seg. Á skránni var nevndarval, val av borgarstjóra og varaborgarstjóra.

Einmælt samtykt var at velja Bjarna Prior til borgarstjóra og Jóanis Albert Nielsen til varaborgarstjóra, skrivar Vága kommuna.

Nevndirnar eru skipaðar soleiðis:

Fastir limir í fíggjarnevndini eru: Bjarni Prior, formaður, Albert Ó. Ellefsen, Gunnvá S. á Lofti, Súsanna Nordendal og Thilda H. í Líðini.

Fastir limir í teknisku nevnd eru: Albert Ó. Ellefsen, formaður, Gunnvá S. á Lofti, Elsibet Jacobsen, Jóanis Albert Nielsen og Jónhard Selfoss.

Fastir limir í vinnu- og havnanevndini eru: Jóanis Albert Nielsen, formaður, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg, Dánial A. Hansen og Jónhard Selfoss.

Fastir limir í mentanar- og trivnaðarnevndini eru: Súsanna Nordendal, forkvinna, Elsibet Jacobsen, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg og Thilda H. í Líðini.

Til stýrið fyri Vesturvón vórðu vald Bjarni Prior, borgarstjóri, Albert Ó. Ellefsen, formaður í teknisku nevnd og Súsanna Nordendal, forkvinna í mentanar- og trivnaðarnevndini.

Einmælt samtykt var at velja Gunnvá S. á Lofti í nevndina fyri IRF.

Í tilbúgvingarnevndini sita Bjarni Prior, borgarstjóri, Albert Ó. Ellefsen, formaður í tekniskunevnd og Dánial A. Hansen, býráðslimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2024

27 Leygardagur 23. november 2024

Býráðið í Nes kommunu skipaði seg formliga

Á býráðsfundi hóskvøldið skipaði nývalda býráðið í Nes kommunu seg. Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri og Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú formliga skipað. Tað gjørdi tað á býráðsfundi hóskvøldið.

Á skrá var val av borgarstjóra og varaborgarstjóra umframt val av nevndarsessum og umboðanarsessum.

Samtykt varð at velja Súna í Hjøllum til borgarstjóra. Hann hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini. Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri.

Nevndirnar eru soleiðis mannaðar:

Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, formaður
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, formaður
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Mentanarnevnd:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, forkvinna
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Skálafjarðar Sløkkilið:
Súni í Hjøllum

Roðin
Súni í Hjøllum
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi

Kongshavnar havn:
Niels Jacob Nielsen

Umboðsráðið í SEV:
Niels Jacob Nielsen

Skúlastýrið:
Henning Erhardsson Joensen
Rannvá í Túni Petersen

Umboð í IRF:
Atli F. Johansen

Barnaverndarnevndin:
Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni
Andrias Magnussen

Nes Sóknar Musikkskúli:
Niels Jacob Nielsen
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi 

Ferðavinnubólkurin:
Óla Kristian á Torkilsheyggi
Elsa í Hjøllum
Rannvá í Túni Petersen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

28 Leygardagur 23. november 2024

Karl Vilhelm Hansen nýggjur borgarstjóri í Hvannasundi

Nývalda bygdaráðið í Hvannasunds kommunu skipaði seg leygardagin

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nývalda bygdaráðið í Hvannasunds kommunu skipaði seg leygardagin, og nú er greitt, at Karl Vilhelm Hansen verður nýggjur borgarstjóri.

Karl Vilhelm Hansen var toppskorari í Hvannadundi á kommunuvalinum týsdagin við 49 persónligum atkvøðum.

Tóri Simonsen, sum varð nummar fýra við 34 atkvøðum, verður nýggjur varaborgarstjóri.

Her sæst eitt yvirlit yvir, hvussu nevndirnar í kommununi verða skipaðar komandi valskeið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

29 Leygardagur 23. november 2024

Búnað akvavitt til jóla

Løgurin hevur ligið og búnað á fleiri ymiskum tunnum, m.a. sjerri, so akvavittið er vorðið meira avrundað við spennandi smakkum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Akvavitt er mest siðbundna spiritus í Føroyum. Onki hevur sum tað so tætt tilknýti til veitslulag, høgtíðir og serligar løtur so sum brúdleyp, jól og ólavsøku. Tí var fyrsti løgurin, ið Faer Isles Distillery gjørdi, sjálvandi eitt akvavitt.

Men sum ein whisky-framleiðari, ið dagliga fæst við tunnur til búning, var upplagda næsta stigið at búna akvavitt á tunnu. Nú kemur tí teirra “Cask Matured Akvavit” á marknaðin – eitt fatlagrað akvavitt, ið er búnað á fleiri ymiskum tunnum m.a. sjerri, har tað er blivið meira avrundað, milt og fult av spennandi smakkum.

Smakkipanelið hjá Faer Isles Distillery, ið er samansett av fremstu fakfólkunum á økinum í Føroyum, brúktu m.a. hesi lýsingarorðini: karamell, rosinir, viólir, mandarin og sjokuláta. Harumframt elegant, samansett og við longum ráka. So hetta er ein løgur, ið er væl egnaður til jólaborðið.

Í Føroyum, Íslandi, Svøríki og Danmark verður akvavitt oftast skonkt í snapsaglasi og drukkið í einum – ofta enntá kølt. Her er akvavitt búnað á eikitunnu ikki so vanligt. Tað er tað tó í Noregi, haðani vit kenna sløg sum Linie Aquavit og Lysholm.

Eins og í Noregi eigur nýggja fatlagraða akvavittið frá Faer Isles at verða skonkt í stovuhita og hóskar væl til jólamatin men er eisini sera væl egnað at drekka bert.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

30
Leygardagur 23. november 2024

Nýggj vísindagrein um likamligu støðuna hjá rognkelsum

Í greinini vísa høvundarnir á, at við at nýta vill rognkelsi sum standard/ideal, so kann mann fáa eina betri meting av, hvussu rognkelsini í aliringum eru fyri likamliga, enn man fær við teimum mátunum, sum man hevur brúkt frammanundan

Sandra Ljósá Østerø, høvuðshøvundur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sandra Ljósá Østerø, Jessica Di Toro, Eydna í Homrum, Esbern Patursson og Kirstin Eliasen hava givið út vísindaliga grein í “Open access” tíðarritinum PLOS ONE.

Greinin ber heitið “Using a length-weight relationship based on wild lumpfish (Cyclopterus lumpus L.) for estimation of body condition of lumpfish in salmon cages”. Greinin viðger, hvussu mann betur kann meta um likamligu støðuna hjá rognkelsum.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatálmarar í alivinnuni. Umráðandi er at hava góðar og rættar mátar, tá ið vit skulu meta um vælferðarstøðuna hjá rognkelsunum, so setast kann inn á røttum staði, tá ið neyðugt er.

Tá ið metast skal um vælferðarstøðuna hjá rognkelsum í aliringum, verða nógvir ymiskir vælferðarávísarar, vælferðarindikatorar, nýttir. Tað kann vera likamlig støða, standurin á fjaðrunum, eygunum og skræðuni. Saman geva hesir vælferðarávísarar eina samlaða mynd av vælferðarstøðuni hjá rognkelsum. Likamliga støðan, body condition, ið kann samanberast við BMI hjá fólki, er sostatt ein av mongum vælferðarávísarum, ið verða nýttir.

Í greinini vísa høvundarnir á, at við at nýta vill rognkelsi sum standard/ideal, so kann mann fáa eina betri meting av, hvussu rognkelsini í aliringum eru fyri likamliga, enn man fær við teimum mátunum, sum man hevur brúkt frammanundan. Hetta ger, at fleiri ov løtt og rak rognkelsi enn áður verða uppdagað. Vónandi kann hetta verða ein liður í at betra um vælferðina hjá rognkelsum í aliringum.

Greinin er gjørd í samstarvi við Hiddenfjord, Mowi og Havstovuna, ið m.a. savna inn dátur um vill rognkelsir kring Føroyar á teirra rannsóknartúrum.

Sandra Ljósá Østerø er høvuðshøvundur. Viðhøvundar eru Jessica Di Toro, Eydna í Homrum, Esbern Patursson og Kirstin Eliasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

31 Leygardagur 23. november 2024

Julius í Likkudali 2 í Norðurlandahúsinum

Frumsýning av familjusangleikinum var í gjárkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Frumsýningin av familjusangleikinum Julius í Likkudali 2 varð í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum sali.

Hetta er tveyarin av Julius í Lukkudali, sum fyri tveimum árum síðani eisini varð at síggja í Norðurlandahúsinum.

Talan er um nýskrivaðan sangleik og í samstarvi við Beinir Troest Joensen og Kristoffer Mørkøere eru fleiri nýggir sangir framleiddir.

Bjarki Virgarsson Trondesen, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Andreas Samuelsen Rógvi Brekku Dam og Julius spæla leiklutirnar.

Sum nevnt varð frumsýning í gjárkvøldið, og tilsamans verða 13 sýningar fram til 1. desember. Tað er næstan útselt.

Fleiri myndir her

[object Object]


[object Object]


[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

32 Leygardagur 23. november 2024

Børn skriva jólakort

Stórt átak fyri øll børn í fólkaskúlaaldri skal birta uppundir gleðina at skriva jólakort

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Øll børn úr forskúla til 10. flokk, tilsamans 7.500 børn, fáa í hesum søgum høvi at skriva tvey jólakort í part at senda sínum kæru.

Verkætlanin Føroyar Lesa hevur í fleiri ár skapt lesigleði, sett føroyska málið í miðdepilin og skapt góðar karmar fyri eini góðari lesimentan. Í ár verður verkætlanin víðkað til eisini at fevna um gleðina at skriva og senda jólakort, skrivar Føroyar Lesa í tíðindaskrivi.

– Fyri heilt nógv børn er gerandisdagurin skundmikil, og samskifti fer ofta fram á einum skíggja. Børn í dag eru ikki uppvaksin við hondskrivaðum jólakortum. Tað er ein heilt serlig siðvenja, sum fær okkum at hugsa um okkara næstu og ber í sær ró, gleði og hugna um jóltíðir. Millum annað tí er ‘Vit skriva jólakort’ eitt framúr átak, og Posta játtaði beinanvegin at vera partur av átakinum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

[object Object]

Føroysk jólakort í Føroyum
Næmingarnir fara at brúka fleiri tættir úr undirvísingini so sum at venja hondskrift og at skipa ein tekst. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag.

– Á tann hátt hongur átakið tætt saman við arbeiðnum, sum longu fer fram á skúlum. Og samstundis er tað ein hugnalig siðvenja at læra at skriva jólakort. Ein siðvenja, sum røkkur nógv djúpri enn ein teldupostur ella eini boð á sosialum miðlum, fortelur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar Lesa.

‘Vit skriva jólakort’ er eitt stórt átak og er eitt samstarv millum Posta, Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Jóhan Mortensen, sum eigur góða hugskotið.

Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið, sum er sent skúlunum, og Føroyaprent hevur prentað. Øll jólakortini verða send í brævbjálva og eru dupult, og tað merkir, at tað er nokk av plássi til at skriva eina ordiliga góða jólaheilsan.

Øll børn í fólkaskúlaaldri eru boðin at skriva og senda tvey jólakort til síni kæru púra ókeypis. Til samans senda skúlabørnini 15.000 jólakort í desember mánaða.

Allir skúlar í Føroyum hava móttikið jólakort, frímerki og bjálvar, og tey verða borin út fyrst í desember.

Átakið er partur av Føroya Lesa verkætlanini, og er eitt samstarv millum Føroya Lærarafelag, Nám/ Føroyar Lesa, Posta og Føroyaprent.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

33 Leygardagur 23. november 2024

Totalteatur á Glasi

Romeo & Julia er eitt sansaligt upplivilsi, ið legst inn undir húðina

(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dramatikkurin er øgiligur í hesum døgum. Tað verður spælt upp á kenslurnar í stórbæru uppsetingini av Shakespeare leikinum “Romeo og Julia”.

Eitt bland av dugnaligum professionellum leikarum og so blaðungum miðnámsskúlanæmingum og meira óroyndum leikarum, sum koma ótrúliga væl frá sínum uppgávum.

Tað er ongantíð fyrr spældur leikur á einum so stórum palli, sum í hesi uppsetingini av klassiska Shakespeare-dramanum. Spælt verður í imponerandi miðhøllini – atrium – í Glasi, ikki bert á pallunum, sum eru í sermerktu trappunum, men allan vegin upp á triðju hædd, fjórðu hædd og enntá fimtu hædd.

Sum í undanfarnu stórbæru næmingasýningini, “Cabaret” beint áðrenn korona brast á, so verður hesin leikurin ikki spældur niðri á botninum, sum í einum grikskum teatri. Leikpallurin er á og niðjan gjøgnum trappurnar og á svalunum yvirav. Sum áskoðarar sita vit ikki í trappunum, men á svalunum yvir av trappunum í atrium.

[object Object](Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

Tað vil siga, at pallurin er ovurstórur, gigantiskur, men tað riggar. Á so stórum palli í so stórari høll krevst, at allir leikarar eru forstyrktir við mikrofon, og tað riggar eisini. Tað var bert hendingaferð, at okkurt smávegis kiks var við ljóðunum undir frumframførsluni í gjárkvøldið, og tað eru vit sum áskoðarar jú ikki von við. Tað plagdi at vera fleiri kiks, tá so nógvir leikarar skuldu hava tráleysa mikrofon heftar á vangan.

Ótálmað ást í dystopiskari verð

Tá vit koma innar í Glasir verða vit boðin vælkomin, biðin um at spritta hendurnar og fáa eitt grønt munnbind fyri ikki at verða smittað.

Tí í Verona, har leikurin fer fram, gongur ein umfarssjúka, fáa vit at vita, men hesin ummælarin skal viðganga, at hann ongantíð fataði júst hvat hugskotið var við hesi smittuhóttanini er. Eina løtu helt eg, at sipað var til italska býin, sum var sera hart raktur av korona í 2020, men tað var ikki Verona, men Bergamo, sum ikki liggur so langt frá. Leikurin fer fram í onkrum slagi at dystopiskiskari verð, á einum sjúkrahúsi, har øll eru ílatin grønar kitlar, skulu ganga í takt, og har kenslurnar einans fáa frítt spæl eftir songartíð, tá fólkini skuldu eitast at sova.

[object Object]
(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

Leikurin snýr seg um kærleika – ótamda ást millum tvey ung í Verona fyri nógvum hundrað árum síðani. Men hesi ungu eru av hvør sínari ætt, Capulet og Montague, og tað er ógvusligur fíggindaskapur teirra millum, og ongin veit hví fíggindaskapurin er uppstaðin. Eins og millum Tony og Mariu í “West Side Story” og Ronju og Birk í søgu Astrid Lindgreens um ránsmannadóttrina.

Og so er lagt upp til stórt drama. Um kraftfulla ást, lokabrøgd, lagnutungar bardagar, dráp, harma og trega.

Men tað riggar, tað er flott. Hugtakandi. Tí tey spæla væl, uppsetingin er livandi, hóast tað er eitt stórt øki tey spæla á. Og eisini nemandi, hóast vit sum áskoðarar sita rættiliga langt frá teimum leikandi, og ikki reiðiliga fáa andlitsbrøgdini við ella eygnakontakt við leikararnar.

Nærmyndir á telefon-skíggjum

Men her hava vit so tann mest imponerandi partin av allari uppstillingini. Eitt scenografiskt snildni, sum tók í hvussu so er hendan ummælaran á bóli.

Miðskeiðis í pallmyndini standa tveir stórir vertikalir lýsandi skíggjar. Her standa onkrar fráboðanir, eitt nú um hvar vit eru stødd. Men so við eitt skifta skermarnir til eina interaktiva snildfon.

Tí knappliga, meðan ein intensur bardagi er niðri á gólvinum, so síggja vit nærmynd av øðrum av leikaranum, teirri hevndarfullu Týbaltu, í nærmynd á skíggjunum. Og tað tekur eina løtu at fata, at tað er ein av viðleikarunum, sum fylgir henni við eini telefon, og at myndirnar á skíggjunum eru live! Hugtakandi.

Seinni tá Romeo og Julia hava havt ástarleikir undir einum laki í songini fáa vit beinleiðis myndir undan lakinum, har tey bæði liggja og fjantast, í nærmynd – fantastiskt. Onkuntíð sæst kjatt-samskifti á hesum skíggjunum eisini.

Og aftur seinni, tá hin forelskaði Paris greivi ringir til Juliu, tá síggja vit tey bæði, sum var tað ein samtala á Messenger ella Facetime. Sera virkningsfult.

[object Object]
(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

Brunnurin

Og so er tað vatnbrunnurin mitt á pallinum, har sum tað einaferð, vistnokk, hevur staðið eitt træ í stóru miðhøllini. Hesin lýsandi brunnurin er ein týðandi partur av handlingini, sum vit ikki skulu fara nærri inn á, men vit kunnu avdúka so mikið, at ungu leikararnir ikki himprast við at leypa niður í pool’in, og vatnslóðirnar frá teimum á veg uppaftur gerast líka sum ein partur av scenografiini – sera væleydnað.

Hóast vit sum áskoðarar á svalunum stundum kundu hava eitt sindur trupult við at fanga, hvar á risastóra pallinum, leikurin gongur fyri seg, so skal sigast, at hetta var sera væl egnað.

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Erla Rajani Ziskasen)

Tað tekur eina løtu at venja seg við málið í leikinum. Hegniliga týtt, men framvegis á bundnum máli, sum í uppruna Shakespeare-leikum. Og hóast tað stundum kannn tyknast háfloygt, málið, so er tað skilligt, og spakuliga setist dramatiska søgugongdin seg inn undir húðina og hevur ringt við at sleppa aftur. Tá tað hendir, er leiklistin sterkast.

Les eisini: Heimsins kendasta kærleikssøga á Føroya størsta pall

Sláast skal at enda fast her. At “Romeo og Julia” er ikki ein musical, eins og aðrar stórar leikuppsetingar, sum Glasir og undan tí Studentaskúlin í Hoydølum hava sett upp. Hetta er klassisk leiklist – teatur. Samspælið millum næmingar og ungar óroyndar leikarar og so teir royndu sjónleikararnar hjá Det Ferösche Compagnie og Tvazz riggar framúr væl.

Unnið tykkum hesa upplivingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

34 Leygardagur 23. november 2024

Bach í kertuljósi 4. desember

Aftan á konsertina verður móttøka í Roykstovuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur hesi jólini verður høvið at njóta æviga tónleikin hjá Johan Sebastian Bach í Kirkjubø í kertuljósi við kvirru og meditatión.

Vælumtókta konsertin í aldargomlu Ólavskirkjuni verður mikukvøldið 4. december klokkan 19.

Konsertin varar ein tíma og aftaná konsertina verður, sum vant, móttøka í Roykstovuni har Føroya Bjór bjóðar vælkomin og konsertgestirnir kunnu práta og hava eina hugnaliga ”after Bach” løtu. Tiltakið er ókeypis. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

35 Leygardagur 23. november 2024

Tann fyrsta bókin av trimum um Syðrugøtu er til reiðar

26. november kemur fyrsta bók um Syðrugøtu í sølubúðirnar - sama kvøld verður hon løgd fram í Víkingahúsinum í Norðragøtu

 
SkrivaÐ:

Innsent

26. november kemur fyrsta bók um Syðrugøtu í sølubúðirnar. Í hesum sambandi
verður bjóðað til bókaframløgu í Víkingahúsinum í Norðragøtu týskvøldið 26. november kl. 19.

Hetta er fyrsta av trimum bókum um Syðrugøtu. Bøkurnar verða skipaðar eftir sama leisti, sum brúktur varð í bókini um Gøtugjógv.

Umframt sjálva húsasøguna er í hesari bókini eisini drúgvur partur um hagan og bøin í Syðrugøtu og onnur viðurskifti landbúnaðinum viðvíkjandi. Serliga drúgvur er parturin um ósemjuna um, hvussu langt suður Húshagin skuldi ganga, tí nógv nýtt skjalatilfar er komið undan kavi um ta søguna.

Grundstuðulin undir arbeiðinum við bókini var tað tilfar, sum Arnleyg í síni tíð savnaði inn. Hetta tilfar er eftirkannað, og upplýsingar eru funnir fram, har okkurt vantaði í. Harumframt er stórt arbeiðið lagt í at finna fram nýtt søguligt tilfar í skjalagoymslum á Tjóðskjalasavninum og øðrum keldum.

Erling Isholm, rithøvundur, kemur at greiða frá arbeiðinum við bókini, og Pætur Húsgarð kemur at greiða frá framhaldandi arbeiðinum hjá Gøtu húsasøgu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

36 Leygardagur 23. november 2024

Undurfullir heilar á føroyskum

Nýggj upplýsandi barnabók setur orð á fjølbroytnið í okkara heilum

Beinir Bergsson, týðari, og Gunnhild Persson, aðalskrivari fyri Sinnisbata
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Undurfullir heilar” er heitið á nýggjari, upplýsandi barnabók, ið fagnar ymiskleika og lærir lesaran at fevna um undurfullar munir í okkara heilum.

Bókin er týdd og útgivin í samstarvi millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sinnisbata.

Hvør heili er øðrvísi enn allir aðrir heilar, og fyri at vísa á, hvussu ymiskir heilar eru, hevur Louise Gooding skrivað hesa upplýsandi og inkluderandi innleiðing í neurodiversitet fyri børn. Bókin greiðir m.a. frá, hvussu heilin er settur saman, og lýsir autismu, ADHD, OCD, angist, orðblindni og mangt annað á lættlesiligan og læruríkan hátt.

“Undurfullir heilar” lýsir neurodiversar upplivingar úr sjónarhorninum hjá tí einstaka, umframt einum vísindaligum og søguligum sjónarhorni. Henda hugvekjandi bókin setur orð á fjølbroytnið í okkara heilum og basir stereotypum við at varpa ljós á allar teir frálíku førleikarnar, sum neurodiversir einstaklingar hava!

Bókin er innbundin og er 96 síður til longdar. Beinir Bergsson týddi úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út við stuðli frá Sinnisbata. “Undurfullir heilar” fæst longu nú í handlunum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

37 Leygardagur 23. november 2024

Goysir aftur á Reykjanesi

Gossprungan er 3 kilometrar og bræðingin fer vestureftir. Hósmorgunin floymdi hon yvir høvuðsvegin til Grindavíkar við kós móti Bláa Lóni

(Mynd: RÚV / Benedikt Sigurðsson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seint mikukvøldið vóru nakrar rystingar í undirgrundini á Reykjanesi, og enn einaferð byrjaði at goysa í Sundhnúki norðan fyri Grindavík, skrivar íslendskir miðlar.

Sprungan liggur í ein landnyðring úr sjálvum býnum, millum Stóra Skógfell og Sýlingafell. Hon er tríggjar kilometrar long, og tað sær út til at gløandi grýti leggur leiðina vestureftir, og í morgun floymdi bræðingin seg yvir høvuðsvegin til Grundavíkar.

Veðurstova Íslands skrivar, at grótbræðingin sær ikki út til at hava kós móti Grindavík. Higartil eru metingarnar hjá myndugleikunum, at trýstið var mest hósnáttina, og nú er minni aftur. Gosið hesaferð er nakað minni enn tað seinasta, sum var í august.

Fólkini, sum vóru stødd í Grindavík vórðu flutt burtur, og sama var galdandi fyri tey, ið vóru stødd við og nærhendis Bláa Lónið. 

[object Object]Hósdagin floymdi grótbræðingin yvir um Grindavíkarveg og yvir parkeringsplássini við Bláa Lón (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

38 Leygardagur 23. november 2024

Kaðalbrek – helst er talan um sabotasju

Týski verjumálaráðharrin trýr ikki, at skaði kann koma á tveir samskiftiskaðalar í Eystrasalti av tilvild

Boris Pistorius, týskur verjumálaráðharri (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ikki eitt óhapp, tá tveir samskiftiskaðalar í Eystrasalti vórðu kvettir hesa vikuna. Heldur var talan um yvirgang ella sabotasju.

Tað heldur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius.

Tíðindini um skaða á tveir kaðalar komu fram mánadagin. Talan er um ein kaðal, ið liggur millum Finnland og Týskland og ein millum Svøríki og Litava.

- Ongin trýr, at kaðalarnir eru kvettir orsaka av óhappi. Eg trúgvi heldur ikki, at skipsakker hava framt skaðan av óvart, sigur Boris Pistorius í sambandi við ein fund í Brússel millum verjumálaráðharrarnar í ES.

- Vit mugu rokna við, uttan at vit vita nakað konkret um hvør stendur aftanfyri, at talan er um eina ‘hybrid action’. Og mugu tí eisini ganga út frá, uttan at vita tað til fulnar, at orsøkin til skaðan er sabotasja, sigur týski verjumálaráðharrin.

Statsliga finska samskiftisfelagið, Cinia, ið rekur annan av kaðalunum, hevur sagt, at slíkur skaði ikki kann henda uttan ávirkan úttanífrá.

Felagið hevur meldað skaðan til finsku løgregluna, og sent boð eftir einum fronskum kaðalskipið at umvæla kaðalin, skrivar finska kringvarpið, Yle. Tað tekur millum 5 og 15 dagar at umvæla kaðalin, sigur Cinia í tíðindaskrivi.

Skaðin hendi á eini leið, at skip ikki vanliga liggja fyri akker, upplýsir eitt umboð fyri finska sjóvinnuskúlan Aboa Mare fyri Yle.

Les eisini: Brek á sjókaðali – kann vera talan um sabotasju

Kinesiskt farmaskip undir illgruna

Finska Hufvudstadsbladet skrivar, at eitt kinesiskt farmaskip “Yi Peng 3” er undir illgruna fyri at vera orsøk til at kaðalarnir vórðu kvettir.

Skipið sigldi úr russisku havnini Ust-Luga í farnu viku, og fór um vikuskiftið fram við leiðini, har skaðin hendi á C-Lion-kaðalin.

Tá skipið kom til leiðina hevði “Yi Peng 3” sløkt fyri AIS-signalinum, so tað ikki var møguligt at fylgja við á marinetraffic.com júst hvar skipið sigldi.

Kinesiska skipið fór fyrrapartin týsdagin gjøgnum Stórabelt í fylgi við danska verjuskipinum, Hvidbjørnen.

Hendingin minnir um eitt mál frá oktober í fjør, tá ein samskiftiskaðal millum Svøríki og Estland fekk skaða. Eisini tá var illgruni um ‘ávirkan uttanífrá’ frá einum kinesiskum farmaskipi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

39
Leygardagur 23. november 2024

Greiðari reglur fyri avmarkandi tiltøk móti Russlandi

Við nýggju kunngerðini verður nágreinað, hvørjar vørur eru loyvdar at útflyta til Russlands

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðani fyrstu avmarkandi tiltøkini vórðu samtykt og sett í gildi í Føroyum, hava ES og onnur samsint lond samtykt fleiri sanksjónir móti Russlandi og Hvítarusslandi, sum aftursvar uppá krígsførsluna móti Ukraina. Landsstýrið hevur tí í kunngerð sett nýggj avmarkandi tiltøk í verk.

Umframt at dagføra avmarkandi tiltøkini á yvirtiknum málsøkjum, er ætlanin við nýggju kunngerðini at gera reglurnar greiðari og einfaldari at umsita.

Ein týðandi broyting er, at tað við nýggju kunngerðini verður nágreinað, hvørjar vørur eru loyvdar at útflyta til Russlands. Føroyski útflutningurin til Russlands er í høvuðsheitum fiskavørur, umframt søla av brennievni tilskip undir russiskum flaggi, sum ikki eru fevnd av havnastongslinum.

Nýggj tiltøk, sum verða sett í verk við kunngerðini eru m.a.:

Einans vørur, ið eru nevndar í skjali 2 í kunngerðini, eru loyvdar at útflyta til Russlands.

Yvirskipað forboð fyri samhandli við ukrainsk landaøki undir russiskum hernaðarligum ræði.

Kunngerðin hevur nýggjar ásetingar, sum skulu forða fyri uttanumviki. Millum annað er útflutningur av ávísum vørum úr Føroyum til nøkur lond treytaður av, at keyparin átekur sær, at ikki útflyta vøruna til annað land við nýtslu í Russlandi fyri eyga.

Forboð verður sett fyri at veita ávísar tænastur, m.a. viðvíkjandi roknskaparføring, grannskoðan, bókhaldi, skattaráðgeving, virkisráðgeving, løgfrøðiliga ráðgeving og kt-ráðgeving til løgfrøðiligar perónar ella eindir í Russlandi.

Uppskotið til nýggja kunngerð var til hoyring í summar.

Eins og áður, verða brot á ásetingarnar í kunngerðini revsað við sekt ella fongsli upp í eitt ár, ella undir skerpandi umstøðum, við fongsli í upp til tvey ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

40 Leygardagur 23. november 2024

Danmark fyrsta landið við CO2 avgjaldi á landbúnaðin

Danska stjórnin saman við fleiri andstøðuflokkum avgjørdi í vikuni at áseta CO2 avgjald á landbúnaðin og matvøruídnaðin tvs. m.a á útlát frá neytum og grísum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin, sum verður nevnd “Grøn trepartsaftale”, fer at seta grøn krøv til alla landbúnaðar- og matvøruvinnuna. Hon kemur frá 2030 at skula rinda eitt ávíst gjald fyri útlát frá neytum og grísum. Hetta verður gjørt bæði fyri at fremja grøna skiftið tvs. minka um útlátið av CO2 og fyri at verja náttúru, firðir og vøtn, sum verða dálkað av landbúnaðinum.

[object Object]

Avgerðin merkir, at bóndur skulu til at rinda umleið 600.000 krónur í avgjaldi frá 2030, og sum fer at hækka aftur í 2035.

Frammanundan hevur danska stjórnin gjørt av at leggja stór landbrúksøki av til náttúru burturav. Tvs. at stór øki, sum annars skuldu brúkast til landbrúk, nú verða órørd náttúra. Landbúnaðarvinnan verður nú noydd til at leggja stór øki, sum annars skuldu brúkast til matvøruframleiðslu, av til fría náttúru.

Ein týðandi orsøk til, at farið verður eftir landbúnaðinum er stóra dálkingin, sum fer fram á eitt nú firðinum, har hon drepur alt livandi. Tað ræður um at koma køvievni, sum stavar frá landbúnaðinum, til lívs. 

Danska avgerðin hevur fingið umrøðu nógva staðni í heiminum og hava fleiri av teimum stóru dagbløðunum ruddað forsíðurnar og skriva um donsku avgerðina um CO2 avgjald á landbúnaðin, sum er nakað heilt nýtt í grøna skiftinum.

[object Object]

Danski veðurlagsráðharrin hevur á veðurlagsráðstevnuni í Aserbajan kunnað um spildurnýggju avtaluna. Hann sigur, at heimurin má til at hugsa um  annað enn varandi orku fyri at minka um útlátið.

Her hevur eitt nú landbúnaðurin, sum stendur fyri einum triðingi av útlátinum,  avgerandi týdning og hevur hann eisini eggjað ES til at taka undir við danska stiginum. Hann vísir á, at um ikki ES tekur stig til eina líknandi avtalu at leggja avgjald á landbúnaðin, fer ES ikki at røkka sínum grønu málum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

41 Leygardagur 23. november 2024

Danir planta eina milliard trø í 20 ár

Hetta er partur av grønu avtaluni, sum stjórn og fleiri andstøðuflokkara hava skrivað undir

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar gjørdist greitt, at danska stjórnin saman við fleiri øðrum flokkum hevur gjørt avtalu um at verja náttúruna í Danmark. Talan er um grønu "Trepartsaftale", sum hevur til endamál at minka um útlátið av CO2 og harvið verða partur av royndunum at steðga broytingum í veðurlagnum.

Avtalan gongur fyrst og fremst inn fyri at leggja landbúnaðarjørð um til náttúru, soleiðis at tað slepst undan dálking í sambandi við jarðarbrúk og matvøruframleiðslu. Áir, vøtn og firðir skulu verjast móti køvievnisdálking frá landbúnaðinum.

Men ein týðandi partur av umrøddu grønu avtalu er at planta ikki færri enn eina milliard trø á einum øki, sum svarar til 250.000 hektarar. Tey skulu verða plantað innan 2045 og skulu vera við til at verja náttúru og umhvørvi annars. Øll avtalan hevur fingið stóra politiska undirtøku eins og frá vinnuni eisini. Partur av avtaluni er eisini at áleggja landbúnaðinum eitt avgjald fyri tað útlát, sum eitt nú neyt og grísar lata frá sær.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

42 Leygardagur 23. november 2024

Goodboys á Voxbotn

Bólkurin hevur meira enn eina milliard stroymingar á Spotify

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bretarnir báðir Joshua Grimmet og Ethan Shore hava serligar gávur, tá tað snýr seg um at framleiða nútímans popptónleik, og næsta summar koma teir á Voxbotn at framføra.

Teir hittust í 2014, og byrjaðu at gera tónleik saman. Skjótt gjørdist greitt, at teir høvdu ein heilt serligan tóna saman. Teir spæla House tónleik, sum er melodiskur og dansigóður, og tónleikur teirra hoyrist í náttklubbunum um allan heim.

Goodboys komu brakandi inn á altjóða tónleikapallin við risa hittinum “Piece of Your Heart”, sum teir framleiddu saman við Italsku Meduza. Teir vórðu nomineraðir til eina Grammy virðisløn og lagið klintraði langt uppá hittlistarnar kring allan heim.   

Hyggja vit at stroymingstølum teirra, so eru tað ørandi tøl. Samlað hevur bólkurin meira enn 6 milliardir stroymingar, og risa hittið “Piece of Your Heart” hevur meira enn 1 mia. stroymingar bara á Spotify. Hetta vitnar um ein óvanligan vælumtóktan bólk. 

Bólkurin hevur vunnið fleiri virðislønir fyri teirra tónlistarliga íkast, og útgávur teirra hava selt til platin og gull heitið.

Teir spæla á øllum teimum stóru festivalunum og klubbunum úti í verð, og nú koma teir til Føroya. Goodboys fara at fáa Vágsbotn at danda og hoppa í einum gleðisrómi, sjálvdan sæddur her á landi, vænta fyrireikararnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

43 Leygardagur 23. november 2024

Tóku ikki av móti Norðurmakedonia

Føroyar høvdu møguleikan at fáa 2. plássið og harvið play-off - og serliga Petur Knudsen átti skorað í Skopje. Heldur skoraði heimaliðið einsamalla málið eftir eina gávu, og Føroyar skulu spæla venjingardystir í mars

Andrias Edmundsson í dysti við norðurmakedonska málskoraran, Bojan Miovski (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Skopje, Norðurmakedonia (Portalurin): Í ein tíma høvdu føroyingar fínt tamarhald á, men so sló Norðurmakedonia til.

Føroyska verjulinjan stóð høgt, Gunnar Vatnhamar kiksaði við nertingini, og Bojan Miovski slapp avstað og var tryggur. Kanska meira eitt tekniskt mistak enn eitt verjumistak. Annars var verjan, eins og í Armenia, sterk.

Vantandi hvassleiki í hinum endanu kostaði eisini: Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdust lívligu Petur Knudsen og Meinhard Egilsson Olsen tveir móti einum og fríir, og fyrrnevndi valdi at skjóta - skotið fór tó langt framvið.

Petur skuldi skjóta nakrar minuttir seinni, men rakti bóltin heilt illa, eftir at eyðsýndi Brandur Hendriksson spældi hann frían. Hetta eftir gott samanspæl við Meinhard Egilsson Olsen. NSÍ'arin skuldi havt skorað í støðuni.

Norðurmakedonia hevði eina yvirág í spælinum men fáar møguleikar. Føroyar høvdu fleiri hornaspørk og nógvar innlegsstøður, men góðskan var snøgt sagt ov vánalig, og í summum førum var als ikki samsvar millum sendingar og renningar í brotsteignum.

Snópisligt, tí pláss var har, og eitt stig hevði sent Føroyar til play-off um uppflyting í mars. Fyribils venjaratoymi tykist at hava rakt rímilia rætt við tí mesta, men í dag skiftu teir allarhelst ov seint út.

Nú er næsti stóri spurningurin: Nær og hvat verður næsta fetið hjá føroyska A-landsliðnum. Næsta uppgávan verður so venjingardystir í mars - tað verður við nýggjum venjara.

Myndir frá dystinum

Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november

Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (0-0)
62' 1-0 Bojan Miovski

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - Hanus Sørensen (85' Sølvi Vatnhamar), Hallur Hansson (L) (58' Rene Shaki Joensen), Brandur Hendriksson Olsen (85' Adrian R. Justinussen), Meinhard Egilsson Olsen (79' Jóannes Bjartalíð) - Petur Knudsen (79' Páll A. Klettskarð)

Úrslitið av bólki 4 eftir seks umfør:
1. Norðurmakedónia 16 stig 
2. Armenia 7 stig
3. Føroyar 6 stig 
4. Lettland 4 stig 

[object Object]


[object Object]Eyðun Klakkstein, landsliðsvenjari í tveimum dystum. Ein sigur og ein ósigur var úrslitið (Myndir: Hans Erik Danielsen / FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

44 Leygardagur 23. november 2024

Framvegis áhugi fyri Geza uttanlands

Ongland, Niðurlond og Danmark - sum skilst Superliga. Hetta eru millum støðuni, sum kunnu vera møguleikarnir hjá Víkinga-miðvallaranum, sum framvegis bíðar eftir passinum

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Innan heilt stutta tíð fær Geza David Turi endaliga at vita, um eitt nýtt pass fer at liggja í postkassa hansara síðst í januar ella ikki.

Hetta fer loksins at geva 23-ára gamla gávaða miðvallaranum, sum er føddur í Ungarn og hevur ungarsk foreldur, møguleika at umboða Føroyar í landsliðshøpi. Geza hevur búð í Norðragøtu, síðani hann var fimm-ára gamal.

- Tað er næstan 100 prosent, sigur Geza smílandi. Eg má bara ikki gera nakað ólógligt so sum at koyra ov skjótt. So fái eg tað síðst í januar. Tað er tað, sum eg nú havi fingið at vita.

Sí eisini: - Passið er næstan 100 prosent uppá pláss

Hetta segði Geza David Turi við Portalin síðst í oktober. Tá spurdi vit hann eisini um møguleikan at fara víðari í 2025. Geza hevur millum annað bíðað eftir passinum.

Ársins spælari hjá Víkingi í fjør hevur ætlanir um at spæla á hægri støði, men hann stórtrivist eisini í Víkingi, sum skal spæla í Champions League næsta ár. Og Geza Turi staðfestir, at tað ikki er vist, at hann fer, so skjótt sum hann verður danskur ríkisborgari.

- Eg fái ikki sagt endaliga, um eg spæli við Víkingi ella ikki í 2025. Tað má eg finna útav skjótt. Tað hongur eisini saman við, hvørji tilboð liggja á borðinum aðrastaðni, men eisini hvat hinir gera. Um til dømis Atli, Poul, Olaf og Jørgen halda fram...teir hava allir havt eitt gott kappingarár, og áhugi er fyri teimum - kanska ikki fyri Atla, leggur hann smílandi afturat, - men hetta kann gera mun fyri meg. Og til dømis hevði tað verið stuttligt at sloppið at spælt Champions league, sum eg ikki havi roynt fyrr.

[object Object]
Geza David Turi saman við pápanum og navnanum. Geza Turi og familjan komu til Føroyar fyri 19 árum síðani, tí "gamli Geza" skuldi standa í mál hjá GÍ (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Møguleikar hava verið seinastu árini, sum Geza Turi hevur ment seg undir Jóhan Peturi Poulsen. Hann hevur sagt nei til onkur feløg, millum annað vegna passstøðuna. Tað skal eisini vera tað rætta, um Geza skal fara úr Vìkingi.

Nú kann hann so vátta fyri Portalinum, at spennandi møguleikar eru: Í  Niðurlondum, í onkrari av lægri deildunum í Onglandi og úr donsku Superliguni.

Heimasíðan bolt.fo skrivaði fyrr í ár, at Viborg (Superliga) og Notts County (League Two, Ongland) hava verið í Føroyum hugt eftir Víkinga-spælaranum. Geza fær einki sagt  um, hvørji feløg serliga hyggja eftir honum, hvussu ítøkiligt tað er, - ella nær tað verður greitt, hvar hann spælir næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

45 Leygardagur 23. november 2024

Marius Kryger Lindh longt við B36

Vandamikli danski vongurin spældi allar 27 Betrideildardystirnar í ár og skoraði ellivu mál. Lindh legði eisini upp til ellivu og hevur, hóast áhuga aðrastaðni

25-ára gamli vongurin í hvítum og svørtum eisini í 2025: Áhugi var frá minst tveimum øðrum feløgum í Betrideildini og úr heimlandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevði ársveitslu farna leygarkvøld, og her varð kunngjørt, at samanlagt vandamiklasti spælarin og ársins leikari hjá felagnum í 2024, hevur longt sáttmálan við einum ári.

Nú 25-ára gamli Marius Kryger Lindh spældi við AB í 2022 og 2023, og skifti til B36 seinasta vetur.

Samanlagt hevur danski vongurin skorað 14 mál í 27 dystum fyri felagið. Í Betrideildini var Lindh einasti spælarin hjá B36, sum spældi allar minuttirnar. Teir vóru nakað færri í tali undir Magna Hoseth, men við 22 málstigum - ellivu málum og ellivu uppleggum - gjørdi kviki spælarin mun framman fyri málinum.

Áhugi var sum skilst frá nøkrum øðrum feløgum í Føroyum og onkrum í Danmark, men Marius Kryger Lindh hevur sett undirskriftina á B36-pappír fyri 2025 eisni. Hann verður eftir øllum at døma tann einasti av teimum sjey útlendingunum í B36-hópinum í ár, sum heldur fram í felagnum.

[object Object]
Marius Kryger Lindh í seinnu hálvfinaluni móti TB, har hann var við at skjóta B36 í steypafinaluna (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur senastu tíðina longt við millum aðrar Símun Sólheim og hjálparvenjaran Lukas Enevoldsen. Heini Vatnsdal og Ragnar Samuelsen eru higartil nýggju spælararnir, sum Jákup Martin Joensen hevur at ráða yvir.

B36 endaði á 5. plássi í Betrideildini við bert 41 stigum. Liðið tapti steypafinaluna móti HB, og harvið eingin evropeiskur fótbóltur fyri fyrstu ferð í fýra ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2024

46 Leygardagur 23. november 2024

Dan í Soylu er aftur í HB

28-ára gamli sandingurin vendir aftur eftir eitt ár í KÍ

Dan í Soylu verður aftur í reyðum og svørtum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Avtala er í vikuni gjørd millum Dan í Soylu og HB.Tekniskt sterki miðvallarin hevði annars sáttmála við KÍ fyri 2025, men sum skilst fekk Dan í Soylu avtalu í lag við KÍ um at strika sáttmálin eftir eitt heldur miseydnað ár.

Nú 28-ára gamli Dan í Soylu spældi fyri HB í árunum 2018-2023. Har var hann við at vinna tvey FM og steypakappingina fýra ferðir. Nú er endaliga greitt, at hann aftur skal spæla í reyðum og svørtum - og undir Adolfo Sormani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

47 Leygardagur 23. november 2024

Áki Johannesen skal spæla við HB

22-ára gamli nesmaðurin hevur gjørt tvey-ára sáttmála við felagið, har hann skal kappast hart um pláss. Langtíðarmálið hjá fyrrverandi U21-spælaranum er A-landsliðið

Áki Johannesen í steypafinaluni móti júst HB í 2023, har hann varð kosin dagsins spælari. Verjuspælarin hevur higartil bert umboðað barndómsfelagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit hava longu ein, og nú kemur ein Áki afturat. Hóast hann bert er 22-ára gamal, hevur hann spælt yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, har av 81 í Betrideildini. Komandi tvey árini verða tað so vit i HB, sum koma at njóta gott av dygdunum hjá Áka Johannesen.

Soleiðis skrivaði HB á síðu sínari sunnukvøldið. Felagið heldur seg hava fingið fatur á einum av mest spennandi ungu verjuleikarunum í landinum, sum nú tekur næsta stigið.

- Eg haldi, at hetta er eitt spennandi projekt, sum er í gongd við einum spennandi venjaratoymi. Og so er tað kanska meira spennandi at sleppa at spæla við í ovara endanum á stigatalvuni, sigur Áki Johannesen.

Nesmaðurin hevur spælt níggju U21-landsdystir  sínar styrkir í luftini og í nærdystum. 

- Sum leikari er tað sjálvandi fyrst og fremst verjuspælið, sum er mín styrki. Mær dámar væl at fara inn í nærdystir, og eg haldi eisini at tað er her, at mín styrki liggur. Sum persónur eri niðri á jørðini, og royni ikki at gera alt ov nógv um meg.

[object Object]
Áki Johannesen hevur fleiri U21-landsdystir - næsta málið er A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Kappingin um plássini í HB er hørð - hetta er nýggi spælarin eisini greiður yvir. Spælarar sum Bartal Wardum, Viljormur Davidsen og Samuel Chukwudi eru til verjupartin í løtuni.

- Fyrst skal eg arbeiða meg inn á liðið. Eg eri greiður yvir, at her fær man einki frípass. Kappingin er hørð, men tað kann bara vera við til at menna meg. Síðani havi eg eisini ambitiónir um at koma á A-landsliðið, sigur Áki at enda við hb.fo.

Tað er ein smeitur fyri barndómsfelagið B68, sum Áki Johannesen altíð hevur umboðað, at hann fer yvirum Eysturoyartunnilin nú. Sáttmálin millu Áka og HB er galdandi til og við 2026.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

48 Leygardagur 23. november 2024

B68 hevur venjaratoymi upp á pláss

Fróði Clementsen avloysir Jákup Reinert Højgaard sum hjálparvenjara, og Allan Tungá heldur fram sum kropsligur venjari

Hálvur nesmaður og gamal kenningur og starvsfelagið hjá høvuðsvenjaranum Jákupi á Borg: Fróði Clementsen er nýggjur hjálparvenjari á Svangaskarði (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 kunngjørdi í vikuni sín nýggja hjálparvenjara. Talan er um ein mann, sum hevur spælt saman við Jákupi á Borg, verið venjari saman við honum og um ein, ið kennir B68-høvuðsvenjaran væl.

Talan er um Fróða Clementsen, sum var hjálparvenjari hjá Jákup Á Borg í B36 í árunum 2017 til 2020. Hetta tíðarskeiðið vann B36 minniligu steypafinaluna á HB (í 2018), spældi við um FM til seinasta dag í 2019 og kom samanlagt víðari fimm ferðir í Evropa í 2019 og 2020.

[object Object]
Fróði Clementsen saman við Jákupi á Borgi og Tróndi Vatnhamar eftir Europa League-sigur hjá B36 í Montenegro (Mynd: B36)

B68 skrivar, at Fróði býr í Hoyvík - men er hálvur nesmaður. Mamman er av Nesi. Tað var í B68, at Fróði spældi sínar fyrstu dystir í bestu føroysku deildini í 1999. Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 164 dystir í bestu deildini og hevur vunnið greipuna bæði við B36 og EB/Streymi.

Fróði avloysir Jákup Reinert Højgaard. Ungi venjarin av Saltnesi hevur verið hjálparvenjari hjá Jákupi á Borg seinasta árið, og stóð á odda við síðulinjuna til dystin við Løkin í seinasta umfarim, tá B68 helt sær uppi við 4-1 sigri á NSÍ.

Jákup R. Højgaard var eisini við A-landsliðnum í Armenia og Norðurmakedonia í seinastu viku sum greinari. B68 skrivar, at "av ymiskum orsøkum liggur tað ikki fyri hjá honum at halda fram". Sum skilst er onkur møguleiki fyri, at Jákup fer at royna seg sum venjari uttanlands í 2025.

[object Object]
Jákup á Borg og Jákup Reinert Højgaard fegnast eftir 4-1 sigurin á NSÍ 

Fróði Clementsen hevur eisini verið málmansvenjari í B36, og er í løtuni málmansvenjari hjá U17 landsliðinum. Á Toftum er Tróndur Vatnhamar málmansvenjari, og harvið savnast teir tríggir vinmenninir og fyrrverandi lið- og starvsfelagarnir í B36 aftur í einum felagi. 

Allan Tungá hevur verið í venjaratoyum saman við øllum hesum, og hevur Allan verið kropsligur venjari hjá B68 seinastu trý árini. Mánadagin boðaði B68 frá, at hann heldur fram á hesum postinum.

Harvið er venjaratoymið hjá B68 til 2025 sum so endaliga uppá pláss. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

49 Leygardagur 23. november 2024

Jann Benjaminsen aftur í NSÍ

Í 2021 fór hann til Noregs og seinastu tvey árini hann verið hjá teimum hvítu í Gundadali. Nú er hann aftur í Runavík

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ og Jann Benjaminsen hava í kvøld skrivað undir tvey ára sáttmála.

Jann Julin Benjaminsen, sum annars er av Nesi, spældi árini 2016 til 2020 við NSÍ. Í 2021 fór hann til Noregs og spældi tvey ár við IL Hødd. Seinastu tvey árini hevur 27 ára gamli Jann Benjaminsen spælt í Havn við B36.

Nú vendir hann aftur til gulu troyggjuna og um støðurnar við Løkin í Runavík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

50 Leygardagur 23. november 2024

Jóhann Hansson Joensen er aftur í B36

23-ára gamli vongurin hevur seinastu árini roynt seg í EB/Streymi, 07 Vestur, B68 og síðani aftur í EB/Streymi. Jóhann nærkast 100 dystum í Betrideildini og hevur nú tvey-ára sáttmála við B36

Vongurin spældi fleiri av sínum ungdómsárum í B36, og fekk sínari fyrstu dystirnar á besta liðnum, áðrenn hann á sumri 2021 fór til EB/Streym. Jóhann Joensen spældi har undir Jákup Martini Joensen (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hendir eitt sindur í B36 fyri tíðina. Hósdagin gjørdist greitt, at Jóhann Hansson Joensen kemur aftur til felagið.

Vongurin spældi fleiri av sínum ungdómsárum í B36, og fekk sínari fyrstu dystirnar á besta liðnum, áðrenn hann á sumri 2021 fór til EB/Streym.

Jóhann spældi eisini í 07 Vestur í fjør og í B68 í fyrru hálvu í ár, áðrenn hann vendi aftur í EB/Streymi. Tað er júst í EB/Streymi, at nú 23-ára gamli havnarmaðurin hevur staðið seg best.

Í hálvtannað ár spældi Jóhann fyri Jákup Martin Joensen har. Nú skulu teir báðir samstarva í B36.

Talan er um ein tvey-ára sáttmála. Sambært FaroeSoccer hevur Jóhann Joensen spælt 91 dystir í Betrideildini og skorað 8 mál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

51 Leygardagur 23. november 2024

Búi fyrsti styrkurin hjá EB/Streymi til 2025

28 ára gamli vágbingurin hevur seinastu seks árini spælt fyri NSÍ og nærkast 200 dystum í Betrideildini

Búi Egilsson og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála fyri 2025. Her sæst vágbingurin saman við Niels Paula Danielsen, hjálparvenjara (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu seks árini hevur hann spælt fyri NSÍ, men nú fer Búi Egilsson at royna seg í EB/Streymi, har sannlíkindini fyri fleiri minuttum eru størri.

Ikki tí; áslopskendi spælarin spældi 26 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ í ár, men nógvir vóru sum innskiftari. Búi er ein spælari, sum brádliga kann gera mun, og hevur eitt tev fyri at verða í røttu støðunum. Hann er hartarbeiðani við einum góðum hugburði.

[object Object]
Síðani 2019 hevur Búi Egilsson umboðað NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

28 ára gamli vágbingurin hevur samanlagt spælt yvir 300 dystir í Betrideildini og 1. deild og skotið 80 mál. Hann er uppvaksin í VB/FC Suðuroy og spældi við samanlagda TB/FCS/Royn í 2017 og 2018, har gjøgnumbrotið í Betrideildini kom.

Búi Egilsson og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála fyri 2025.

Í seinastuni hevur EB/Streymur longt við venjaran Sigfríð Clementsen, umframt Óla Eyðsteinsson Poulsen og Virgar Jónsson sum eru týðandi spælarar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

52 Leygardagur 23. november 2024

Hannes heldur fram í B36

Kviki vongurin hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið

25-ára gamli Hannes Agnarsson hevur bert umboðað B36 í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta vetur gekk long tíð, til Hannes Agnarsson tók støðu um sína framtíð. Men nú, yvir ein mánaða undan jólum, hevur kviki vongurin knýtt seg at barndómsfelagnum.

Hesaferð er tað fyri tvey ár. B36 skrivar, at Hannes hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025 og 2026.

- Kviki vongspælarin hevur verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, og hann tekur fegin eitt tørn, nú tá ið besta mansliðið skal byggjast upp av nýggjum.

[object Object]
Nýggi venjarin Jákup Martin Joensen saman við Hannesi Agnarsson, sum kann gerast ein lykil í álopsspælinum (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Hannes er 25 ára-gamal. Hann hevur higartil spælt 182 dystir og skotið 31 mál fyri B36. Fyriuttan eitt heilt stutt uppihald í danska HIK, hevur Hannes Agnarsson umboðað B36.

Hann hevði eitt heilt gott tíðarsekið í ár - frá sumri og nakað fram - har fleiri mál komu til høldar. Í oktober byrjaði Hannes Agnarsson eisini inni í báðum landsdystunum á Tórsvølli (Armenia og Lettland). Samanlagt er hann skrásettur fyri níggju A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

53 Leygardagur 23. november 2024

Rasmus Nolsøe nýggjur høvuðsvenjari hjá TB

TB er aftur í bestu mansdeildini, og Rasmus Nolsøe skal standa á odda. Venjarin í fjør, Markus Thorberg hevur ikki neyðugu pappírini, men heldur fram í felagnum sum hjálparvenjari

Markus Thorberg, hjálparvenjari, André Dalfoss, formaður, og Rasmus Nolsøe, høvuðsvenjari (Mynd: TB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti er aftur í bestu deildini og nú við nýggjum venjara.

Rasmus Nolsøe hevur slitið sínar barnaskógvar í TB, og fer nú at standa á odda sum høvuðsvenjari hjá liðnum. Hesum boðaði TB frá mánadagin.

Tvøramaðurin spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá TB í 2001, og spældi eisini fast í HB í seks ár. Sum venjari hevur Rasmus Nolsøe verið hjálparvenjari hjá HB í 2017, 2018, har HB vann FM og í 2019, tá HB vann steypakappingina. Hann var hjálparvenjari hjá Víkingi í 2022, tá eysturoyarliðið vann steypakapingina. Barndómsfelagið verður tí fyrsta felagið, har Rasmus Nolsøe fer at royna seg sum høvuðsvenjari.

[object Object]Rasmus Nolsøe (Savnsmynd: Olaf Olsen)

Venjarin í fjør, Markus Thorberg, hevur ikki A-venjaraútbúgving, og kann tí ikki vera høvuðsvenjari í bestu deildini. Hann verður hjálparvenjari hjá Rasmus Nolsøe.

Markus Thorberg fer undir A-venjaraútbúgvingina næsta ár, sigur felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

54 Leygardagur 23. november 2024

ÍF hevur sett danskan venjara til besta mansliðið

Kristoffer Kvistgaard kennir føroyskan fótbólt - seinastu tvey árini hevur hann verið í starvi hjá KÍ. ÍF vil leggja dent á, at menna egið tilfar. Farið verið millum annað undir regluligar morgunvenjingar

Kristoffer Kvistgaard vann meistaraheitið við KÍ-kvinnunum í 2023, men síðani gekst ikki heilt so væl. Danin skal nú royna seg í Fuglafirði, har ein nýggj kós verður sett (Mynd: if.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur í vikuni gjørt sáttmála við danan Kristoffer Kristgaard um at venja fremsta mansliðið hjá felagnum komandi tvey árini.

Kristoffer er 34 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari, hetta á ymiskum stigum. Kristoffer hevur UEFA A-prógv og er útbúgvin “fodboldscout”.

Danin kemur úr KÍ, har hann seinastu tvey árini hevur verið akademivenjari. Hann byrjaði hetta kappingarárið sum høvuðsvenjari hjá kvinnum, men miðskeiðis í kappingárinum fór  Kristoffer Kvistgaard yvir í venjaratoymi hjá besta mansliðnum. Hann hevur áður eisini verið høvuðsungdómsvenjari í MB, umframt starvast í donskum fótbólt.

Sum venjara lýsir hann seg at hava styrkir innan taktiska fatan og evni til at tillaga strategi og spælistíl útfrá dystargongdum. Hann hevur fokus á einstaklingamenning og gongur høgt uppí at røkja førleikar hjá evnaríkum leikarum. Harumframt leggur hann dent á at skapa eitt jaligt og eggjandi umhvørvi liðnum og toyminum at frama.

Júst tað við menning av ungum spælarum - einstaklinga/førleikamenning - er nakað, sum ÍF fer at raðfesta høgt nú, ger felagið greitt.

Partur av hesum er, at felagið ynskir at fara undir regluligar morgunvenjingar, og kemur Kristoffer eisini at taka sær av hesi uppgávu.

ÍF flutti í ár niður úr bestu mansdeildini - fyri triðju ferð seinastu átta árini - við bert sjey stigum. Liðið segði Aleksandar Jovevic upp tíðliga á árinum, síðani kom Jákup Martin Joensen inn, men hann gavst sjálvur í summar, áðrenn Ólavur Larsen tók við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

55 Leygardagur 23. november 2024

Bjarki fer út aftur á Argir at spæla

AB hevur tryggjað sær týðandi undirskrift fyri næstu tvey árini sum staðfesting av, at felagið ikki ætlar at vera leingi afturat í 1. deild: Bjarki Nielsen kemur aftur eftir fýra ár og nógv málstig í B36

Bjarki Nielsen í dysti fyri AB móti B36 í 2020. Stutt eftir skifti hann í hvítt - nú fer hartarbeiðandi og vandamikli vongurin aftur at hava heimavølli hinu megin brúnna (Savnsmynd: Jens.Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stórtíðindi fyri AB-fjepparar hóskvøldið: Eftir fýra ár í B36 verður Bjarki Christiansson Nielsen aftur at síggja í reyðu og bláu troyggjuni.

Sáttmáli er gjørdur fyri tvey ár. Harvið staðfestir AB, at felagið ikki ætlar sær at spæla í næstbestu deildini leingi afturat. AB flutti niður úr Betrideildini í 2023 og endaði á 6. plássi í 1. deild í ár.

Bjarki Nielsen varð sum 18-ára gamal toppskjútti í næstbestu deildini við 17 málum, tá AB flutti upp í 2017. Næstu árini var vongurin eisini álopskendur profilur hjá AB, men eftir liðið flutti niður í upp-og niðurflytingardysti í 2020, fór Bjarki til B36.

Til tíðir í B36 hevur Bjarki veruliga gjørt bart. Sambært bolt.fo hevur Bjarki Nielsen samanlagt havt 56 málstig (mál + upplegg) í Betrideildini síðani 2021 - í miðal 14. Í 2023 varð hann kosin ársins spælari í B36. Vongurin var við til at vinna steypakappingina fyrsta árið í felagnum.

[object Object]
Bjarki í evropeiskum dysti fyri B36 í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hartarbeiðandi vongurin hevði ongan sáttmála fyri 2025, og heldur óvæntað vendir hann aftur til AB, nú liðið framvegis er í næstbestu deildini.

26-ára gamli argjamaðurin skal næsta ár royna at hjálpa barndómsfelagnum upp aftur - í kapping við Skála, ÍF og B71.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

56 Leygardagur 23. november 2024

Liðið hjá Jóan Símuni fer kortini ikki niður í fjórðbestu deildina

Framtíðin hjá norðurmakedonska felagnum og hjá føroyinginum hekk í leysari luft í síðstu viku eftir ein umstríddan dyst og ógvusliga avgerð hjá eigaranum. Nú venja leikararnir hjá Shkupi aftur, og fáa helst nýggjan eigara upp á pláss skjótt

Rumbul hevur verið í og kring FC Shkupi, og Jóan Símun Edmundsson bíðaði í umleið eina viku eftir sínari lagnu. - Nú venja vit aftur og hugsavna okkum um dystin sunnudagin. Nýggur eigari kemur helst skjótt uppá pláss, staðfestir hann fyri Portalinum (Mynd: FC Shkupi)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin spældi føroyska A-landsliðið við monnum sín seinasta landsdyst í 2024. Hann var í Skopje, har Jóan Símun Edmundsson býr og spælir fótbólt.

Toftamaðurin var tó ikki í føroyska hópinum. Hetta var óvæntað, tí royndi áleyparin var púra frískur og kundi sett met fyri A-landsliðdystur.

Sí eisini: Jóan Símun slapp ikki at seta metið á hesum sinni

Sjálvandi vildi hann heldur spælt, men ístaðin var Jóan Símun millum áskoðararnar í Skopje, og stuðlaði hann landsmonnunum av áskoðaraplássinum.

Vit hittu 33-ára gamla toftamannin í Norðurmakedonia og prátaði millum annað um serligu støðuna hjá honum í FC Shkupi. Bíðað hevur verið nakað við hesari greinini, tí at tað var bíðistøða hjá Joan Símuni í liðfeløgunum um vikuskiftið.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson til landsliðvenjing í Riga fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Plássið í deildini og sáttmálin uppá spæl

Tað var 9. november, at Shkupi vitjaði stóra Todor Proeski leikvøllinum, har Føroyar spældu vikuna eftir. Stórfelagið Vardar, sum er í tungum sjógvi í ár og eitt slag av arvafígginda hjá Shkupi, tók ímóti og avgjørdi móti endanum til 3-2.

Útiliðið fekk seks gul kort seint í dystinum. Millum annað fekk Jóan Símun Edmundsson eitt. Shkupi er ikki væl sæð allastaðni - serliga tí liðið er skapt í  albanska partinum av Skopje og hevur havt albanskar eigarar. Norðurmakedónskur fótbóltur er ikki altíð fyri sartar sálir, hesaferð kom millum annað dómarin í andglettin, og dysturin millum Vardar og Shkupi luktaði sterkt av onkrum tilætlaðum. Av matchfixing.

Hetta vísa serliga tey í Shkupi-leguni so á, og ónøgd var eisini beint fyri summarsteðgin, tá evropa-plássið glapp Shkupi av hendi á dramatiskan hátt. Nú hevði litríki forsetin Olgun Ajdin fingið nóg mikið. Hann takkaði fyri seg eina viku eftir dystin móti Vardar. Hetta var, meðan landsliðssteðgur var - leygardagin. Beint eftir 3-2 tapið hevði hann hótt við at taka liðið úr bestu norðurmakedónsku deildini, tí hetta var skitið, og man kundi ikki góðtaka, at "dómarar eru keyptir".

[object Object]
Útsøgnin frá nú fyrrverandi formanninum hjá Shkupi eftir dystin móti Vardar 

Harvið stóð Shkupi fyri nøkrum døgum síðani at til fara niður í fjórðbestu deildina og til at missa sína støðu sum yrkisfelag. Hetta hevði eisini merkt, at allir sáttmálar høvdu farið úr gildi. Jóan Símun Edmundsson staðfestir, at hann hevði staðið uttan nakað felag brádliga, um støðan ikki broyttist.

Hóast keðiliga støðu var tað verri fyri teir mongu afrikansku spælararnar hjá Shkupi, har familjan heima veruliga hevur tørv á, at pengar koma inn á kontu hvønn mánaða, og at teir verða sendir heim. Fleiri av hesum vórðu bjóðaðir við Jóan Símuni til landsdyst sunnudagin.

Nýggj støða í Skopje og hjá Jóan Símuni

Shkupi spælararnir vóru í bíðistøðu í eina viku ella so og vandu als ikki. Men so komu nýggj boð.

Mánadagin og týsdagin komu myndir út frá venjingum, og skrivað var, at nú hugsavnar man seg bert um dystin móti Sileks sunnudagin; nummar trý fremstu deildini. Shkupi er nummar seks av teimum 12 liðunum.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson uttast til høgru til venjingina týsdagin (Mynd: FC Shkupi)

Jóan Símun váttar fyri Portalinum, at liðið hevur vant nakrar ferðir aftur, og at ætlanin er, at nýggir eigarar endaliga koma sjótt.

- Enn er navn ikki sett á nýggja eigaran, men vit fyrireika okkum til dystin sunnudagin og vænta, at alt endaliga kemur uppá pláss í vikuni.

Toftamaðurin hevur sáttmála við Shkupi til á sumri 2025. Tað vil siga til kappingarenda. Fýra dystir eru eftir til vetrarsteðgin.

Seinastu dagarnar hevur Jóan Símun notið frítíðina saman við yngsta beiggjanum Andriasi Edmundssyni. Verjuspælarin spældi aftur 90 minuttir fyri Føroyar sunnudagin. Hann hevði leikbann til næta dyst hjá Wisla Plock í Polandi, og fekk frí til at vera nakrar eyka dagar í Skopje.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson og Andrias Edmundsson ganga inn á vøllin á Tórsvølli til heimadystin móti Norðurmakedónia. Teir fáa helst nakrar dystir aftruat saman. Næstu ferð Jóan Símun spælir fyri landsliðið javnar hann metið hjá einum øðrum toftamanni: Fróða Benjaminsen - 94 dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2024

57 Leygardagur 23. november 2024

U19: Føroyar komu heim uttan stig og uttan nakað mál

Vertirnir vóru omaná týsdagin. Kosovo vann 2-0 í seinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni

Kosovo hevur júst skorað til 2-0 eftir villu í føroysku verjuni (Skýggjamynd: Youtube)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dystir, trý tap og ein málúrtøka á 0-9.

Tað var greitt framanundan, at tað fór at vera torført móti serliga Spania, men eisini Eysturríki og vertunum, Kosovo.

Føroysku U19-dreingirnir avrikaðu væl í fyrsta dystinum móti Spania, har tað endaði 0-3. Eysturríki var væl sterkari enn Føroyar og vann 4-0 leygardagin, og týsdagin var seinasta royndin.

Kosovo, sum í 2. umfari ógvuliga óvæntað vann á Spania, setti seg á spælið beinanvegin. Føroyingar stríddust hart og væl ímóti og høvdu eisini onkrar líkinda støður hinvegin.

[object Object]
Savnsmynd av føroyska U19-landsliðnum (Mynd: fsf.fo)

Tað varð tó 1-0 eftir vælspælt álop, og heldur passivt føroyskt verjuspæl, tá hálvur tími var spældur. Kosovo økti tíðliga eftir steðgin í sambandi við hornaspark, har samskifti og atgerð hjá føroyska málverjanum og miðverja ikki samsvaraðu.

Føroyingar royndu restina av dystinum at svara aftur, men Kosovo hevði leikligu yvirvágina, og tað endaði 2-0 í Pristina.

Hini trý liðini í bólkinum vóru sum so jøvn, og fingu øll seks stig fyri tríggjar dystir. Eysturríki og Spania fara víðari vegna málúrttøku. Føroyska U19-landsliðið, har nógvir spennandi spælarar eru, vóru nakað undir hinum liðunum í EM-undanbólkinum.

U19 EM-undankapping
3. og seinasta umfar - týsdagin 19. november á Fadil Vokrri leikvøllinum
Kosovo - Føroyar 2-0 (1-0)
31 1-0 Dior Gerbovc'
51' 2-0 Eliot Bujupi

Meira sæst á uefa.com

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar í 5-4-1 leikskipan:
Sámal á Steig (M) - Virgar Jónsson (46' Sjúrður Henriksen), Torkil Holm,  Ingi Arngrímsson, Jónas Prior, Árni Nóa Atlason (L) (75' Aron Arnholdsson), Bartal Páll Klein (61' Aron Bejnaminsen), Mattias Hellisdal (88' Arnór Brandsson), Djóni Samuelsen, Jósef Ólavsson, Bjørn Bjarkhamar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

58 Leygardagur 23. november 2024

Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum máli

Góð ting vóru hjá Føroyum í ferðmikla dystinum í Klaksvík - serliga fyri steðgin - men ymiskar batar skulu vera áðrenn Basel. Liðini spæla aftur á Skála í dag, leygardagin, klokkan 16

Føroyski verjuparturin og Annika Fríðheim Petersen stóðu væl fyri steðgin, og hálvleiksleiðslan var á trý mál. Rútman var tó ikki heilt har í pørtum av 2. hálvleiki (Mynd: Andrei Antal/HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað vóru nógv fólk og stuðlaðu føroyska kvinnulandsliðnum í Klaksvík í gjárkvøldið, har fyrri EM-fyrireikingardysturin móti Svøríki B var á skránni.

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, og vunnu sær so líðandi eina rímiliga stóra leiðslu. Hon var á fimm mál, tá fimm minuttir restaðu í av 1. hálvleiki. Lukka Arge tók ábyrgd við fýra brotskøstum, spælið í baketuni við Súnu Krossteig Hansen, Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy fleyt í løtum heilt væl, og talan var um eitt ferðmikið og ágangandi føroyskt lið við stinnum verjuparti.

Til tíðir var kanska ov nógv ferð á spælinum, og ein part fyrra helming av 2. hálvleiki var tað órútmiskt. Turið Arge Samuelsen spældi á vonginum í 1. hálvleiki  men á bakkinum eina løtu eftir steðgin. Hetta seinna eydnaðist ikki heilt - júst tá høvdu Føroyar trupulleikar at spæla seg í leysar støður, Turið varð ikki nóg væl spæld upp til skot, og samanlagt kostaðu mistøk í álopinum ov nógv.

Svøríki vildi sleppa í skjótálop, og eftir steðgin sat føroyska verjuspælið heldur ikki heilt nóg væl. Bjargingarnar, sum Annika Fríðheim Petersen, hevði í 1. hálvleiki vantaðu nú, men treytirnar vóru ikki tær bestu. Rakul Wardum fekk tó væl fatur á nøkrum skotum, tá hon kom inn í málið móti endanum. Tað at Svøríki skoraði fleiri mál í skjótálopum og í "fyrstu bylgjum" - oftast eftir føroysk mistøk - gjørdi sítt til, at dysturin koppaði til útiliðið.

Álopkenda 5-1 verjan við Janu fremst seinasta korterið ella so eydnaðist væl, og í fleiri førum fangaðu Føroyar bóltin og fóru avstað. Sjálv verjan stóð annars ikki eins væl, og saknur sá út til at vera í Pernille Brandenborg undir liðuni á Brynju Høj. Sterki strikuspælarin hevur altjóða hædd og sterkar "screeningar", og hendan vantaði eisini í álopsspælinum í fleiri førum.

Elsa Egholm spældi heldur ikki vegna ein snudd. Vónin er, at hon og Pernille fáa ein leiklut í dag. Liðini hittast aftur á Skála seinnapartin klokkan 16.

Tað var ein heldur rokutur dystur - ikki tí at spælið var hart ella útvísingarnar nógvar, men ferðing gjørdi, at tað tekniska ikki altíð fylgdi við. Føroyar gjørdu útvið 15 teknisk mistøk, og hetta er heldur nógv.

Svøríki hevði vunnið seg frammum. Í seinasta álopinum høvdu Føroyar bóltin og møguleikan at javna, men Brynhild Pálsdóttir rakti stongina í skotroynd av høgra vongi. H71 vongurin skoraði annars fýra mál uppá hini fimm skotini og spældi væl, tá hon kom inn. Bjørk Franksdóttir Joensen, undir liðuni á Brynhild, fekk eisini væl burturúr sínum samanløgdu 25 minuttum.

Føroyar og Svøríki B spæla á Skála  leygardagin 23. november. Spælararnir hjá Svøríki eru ikki millum tær, sum skulu umboða tjóðina til EM-endaspælið. Tað eru spælarar beint undir tí: Tær flestu spæla í bestu svensku deildini, tríggjar á liðnum spæla í bestu donsku deildini og ein er í bestu fronsku deildini.

Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 4
Jana Mittún 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Lukka Arge 4 (3)
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1
Annika Fríðheim Petersen 1 (kastaði í tómt mál)

Bjargingar;
Annika Fríðheim Petersen: 8 bjargingar (spældi umleið 45 minuttir).
Rakul Wardum: 4 bjargingar (spældi umleið 15 minuttir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

59 Leygardagur 23. november 2024

Tað verður eisini stór upphiting í Sveis

HSF væntar eini 400-500 føroyingar til EM hjá kvinnum, og stuðlarnir skipa fyri ymiskum í Sveis. Eins og til EM í januar, er føroysk heimasíða gjørd og serstøk t-shirt við góðum endamáli kann keypast

Lagið var ógvuliga gott til upphitingarnar í Berlin í januar, tá Føroyar fyri fyrstu ferð vóru umboðaðar til eitt endaspæl í hondbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla EM-endaspæl í Basel í Sveis, og í tí sambandi koma fleiri ting á breddan.

Eins og í Berlin skipa Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line fyri upphiting áðrenn allar bólkaspælsdystirnar í Basel.

[object Object][object Object]
Undir EM-endaspælinum í Berlin vóru stórar upphitingar við føroyskum tónleiki, góðum "føoryskum lagi", andlitsmáling og nógvum øðrum (Myndir: Sverri Egholm)

- Nærri kunning um upphiting og staðseting kemur seinni á Basel.fo. Men upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman. Upphitingin verður tætt uppá høllina, so mann kann ganga frá upphiting til dyst.

Heimasíðan, ið fyriskipararnir nevna, er nýgjørda heimasíðuna Basel.fo. Eins og í Berlin í januar, verður føroyska heimasíðan brúkt til kunning í sambandi við EM-endaspælið í Basel - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a.

Sambært Andrassi Thomsen verður roknað við umleið 400-500 føroyingunum til søguliga EM-endaspælið í Sveis.

[object Object]
Elsa Egholm og Turið Arge Samuelsen, sum skulu til Sveis í næstu viku, í nýgjørdu blusunum (Mynd: basel.fo)

Kvinnulandsliðið er hesa vikuna savnað í Føroyum. Hetta vikuskiftið verða tveir venjingardystir móti Svøríki B. Fyrri var í Klaksvík fríggjakvøldið, og hin seinni verður í dag klokkan 16 á Skála

EM-dystirnir í Basel (føroysk tíð)

Sveis - Føroyar: 29. november, klokkan 17
Kroatia - Føroyar 1. desember klokkan 14.30 
Føroyar - Danmark 3. desember. klokkan 17 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2024

60 Leygardagur 23. november 2024

H71-kvinnur akkurát ov stuttar

Hoyvíkskvinnur vunnu tey átta málini frá tapinum fríggjakvøldið innaftur, og spenningurin helt sær til seinasta sekund

Anna Elisabet Hallsdóttir Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum (Mynd frá fyrra dystinum: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Evropaævintýrið hjá H71-kvinnum er liðugt. Tað var um reppið, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping.

Fyrri dysturin millum liðini fríggjakvøldið, tá hoyvíkskvinnur taptu við átta málum, gjørdi tað trupult.

Í steðginum var støðan 14-15 til H71, og í seinna hálvleiki drógu hoyvískvinnur frá. Tá sjey minuttir restaðu í setti Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe brotskast í netið til støðuna 27-19 til H71 og tað stóð á jøvnum í samlaða roknskapinum.

Liðini skiftust eftir hetta um at skora, og spenningurin helt sær til síðsta sekund tá høgri vongurin, Avramini Sevdili, skoraði til 23-30. So var avgjørt, og grikska liðið vann samanlagt við einum máli, 54-53.

- Vit eru ræðuliga skuffaðar, men vit gjørdu alt vit kundu. Nú aftaná dystin kunnu vit hyggja hvørja aðra í eyguni, tí vit kempaðu. Men hetta er øgiliga keðiligt, segði Karina Debes Heinesen, við Sjúrð Hildarsson Hoydal í HSF Live aftaná dystin.

European Cup, kvinnur, 3. umfar

15. november í Hoyvíkshøllini: H71 - A.C. PAOK 23-31
Toppskjútti hjá H71: Christina Arge 6 mál

17. november í Hoyvíkshøllini: A.C. PAOK - H71 23-30
Toppskjútti hjá H71: Anna Elisabeth H. Weyhe 7 mál

PAOK vann samanlagt 54-53

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

61 Leygardagur 23. november 2024

Kyndil vann lyklasigur á StÍF í steypakappingini

Tað endaði 31-26 á Hálsi hóskvøldið, og harvið er StÍF kroyst at vinna í Hoyvík í seinasta umfari í bólkaspælinum

Tobias Thisen gjørdist toppskjútti við átta málum. Kyndil, H71 og StÍF hava nú tvey stig hvør - H71 hevur tó bert spælt ein dyst og kann leggja seg á odda í Klaksvík sunnudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kyndil tapti fyrsta dystin móti H71, men hóskvøldið gjørdu teir í grønum bart, og vunnu týðandi heimadystin móti StÍF í 2. umfari í bólkaspælinum.

Tað var 14-12 í steðginum, og fyrstu løtuna í 2. hálvleiki fór Kyndil frá. Munurin lá millum sjey og átta mál eina løtu. StÍF kom tó betri við og var á minus tvær ferðir innan seinastu tíggju minuttirnar. 

Tað endaði tó 31-26, og harvið er Kyndil í góðari støðu: Tvey stig og Team Klaksvík á skránni í seinasta umfari.

H71 spælir í Klaksvík sunnudagin, og gongst tað sum væntað, so leggja hoyvíkingar seg á odda í bólkinum, sum tvey lið koma víðari úr.

Harvið er lagt upp til, at StÍF skal vinna við fleiri málum í Hoyvík í seinasta umfari (11. desember), um liðið av Skálafjørðinum skal hava ein møguleika at koma víðari.

Faxe Kondi-kappingin hjá monnum - 2. umfar
Hósdagin 21. november
Kyndil - StÍF 31-26 (14-12)

Toppskjútti Kyndil: Tobias Thisen 8 mál
Toppskjútti StÍF: Trúgvi Hávardsson 6 mál 

Støðan í bólki 2:

Kyndil 2 stig
H71 2 stig
StÍF 2 stig
Team Klaksvík 0 stig

Kyndil og StÍF fyri tveir dystir, H71 og Team Klaksvík fyri ein

Komandi dystir í bólki 2:

Sunnudagin kl. 16: Team Klaksvík - H71 í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Í bólki 1 var dysturin mikukvøldið millum Neistan og KÍF útsettur vegna veður. Støðan er tann, at VÍF og KÍF hava 2 stig og Neistin og H71 II onki stig.

VÍF spælir móti H71 II í morgin, og hevur nærum møguleikan at spæla seg víðari.

Komandi dystir í bólki 1:

Leygardagin kl. 19: H71 II - VÍF í Hoyvíkshøllini
(Enn er støða ikki tikin til nær dysturin millum Neistan og KÍF verður spældur)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

62 Leygardagur 23. november 2024

Nýggj og trygg ráðgeving undir ÍSF

Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya hava tikið stig til tilboðið "Tryggur Ítróttur", sum vil hjálpa sambondum, feløgum, venjarum, nevndum og íðkarum. Ráðgevin Ann-Britt F. Mortensen er knýtt at nýggju verkætlanini

ÍSF, FSF og Betri Trygging standa fyri nýggja átakinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Øll, sum íðka í Føroyum, skulu vera trygg og trívast í sunnum og stuðlandi umhvørvum, bæði tá ið tey venja, og tá ið tey kappast. Tíverri vita vit kortini, at keðiligar støður kunnu koma fyri.

Men nýggja ráðgevingin, Tryggur ítróttur, vil hjálpa feløgum, venjarum, nevndum og íðkarum, so tey betur verða før fyri at lofta slíkum støðum.

– Í løtuni standa fólk og feløg rættiliga einsamøll, tá ið óhepnar støður taka seg upp. Tá er gott at hava tosað um hesi tingini áðrenn og lagt eina ætlan. Og at hava ein óheftan ráðgeva at sparra við.

Hetta sigur Christina Ravnsfjall í FSF, sum hevur verið við í arbeiðinum at fyrireika tilboðið Tryggur ítróttur.  

Tveir tættir í ráðgevingini
Arbeiðið við ráðgevingini verður skipað í tveimum. 

Í fyrsta lagi kunnu feløg og sambond fáa hjálp, so tey sjálvi kunnu gera sær hóskandi leiðreglur og eina tilbúgvingarætlan, og vera klár, um okkurt óheppið skuldi stungið seg upp. Øll feløg eiga at hava ein ábyrgdarpersón, ið hevur ábyrgdina av trygd og trivnaði. Tað eru jú nevndirnar, sum hava evstu ábyrgdina av at loysa slíkar trupulleikar, men tað kann vera trupult at koma í gongd.

Í øðrum lagi verður royndi ráðgevin, Ann-Britt F. Mortensen, tøk at sparra við, um fólk ella feløg hava spurningar um ítøkilig mál – ella um tey ivast, hvat er best at gera. 

Í hesum sambandi er ein heimasíða ment, sum bæði kann hjálpa feløgum at fara undir arbeiðið við trygd og trivnaði – og veita ráðgeving. 

Tað eru ÍSF og FSF, sum í felag hava tikið stig til ráðgevingina við góðum stuðuli frá hinum sambondunum og Betri Trygging, sum er høvuðsstuðul. 

– Endamálið við at skapa tryggleika innan ítróttin hóskar akkurát til okkara fremsta mál, sum er at skapa tryggleika í Føroyum. So tá ið vit fingu í boði at gerast samstarvspartnari hjá Tryggum ítrótti, ivaðust vit ikki eina løtu, sigur Ingunn Eirikssdóttir, stjóri í Betri Trygging. 

[object Object]




Ráðgeving og verkstovur
Bíleggja feløgini verkstovur, koma Ann-Britt F. Mortensen, ráðgevi, og fólk frá ÍSF út at leggja lag á, so feløgini sjálv kunnu fara undir arbeiðið við trygd og trivnaði.

Hin parturin – sjálv ráðgevingin – er uttanveltað og hevur einki tilknýti til ítróttarsambondini. Til ber at senda boð ella kjatta, og einaferð um vikuna ber til at ringja. Alt er í trúnaði, og tað eisini kann vera dulnevnt, um fólk ynskja tað. 

– Ein slík neutral ráðgeving er altjóða krav innan fleiri ítróttagreinar, og nøkur av føroysku sambondunum hava longu vent sær til okkara. Tey vilja sleppa undir arbeiðiðið við tryggum ítróttarumhvørvum sum skjótast, sigur Katrin á Neystabø hjá ÍSF.

Tryggur ítróttur hevur eisini eina heimasíðu 

Dømi um spurningar til ráðgevingina kunnu vera: - Vit uppliva, at okkara sjálvbodnu venjarar fáa nógvar ákoyringar frá ágangandi foreldrum, og hetta tekur hug teirra at bjóða seg fram. Hvussu steðga vit hesum? 

"Eg verði altíð so nervøs fyri at spæla, tí um eg geri eitt mistak, so skal eg sita á
beinkinum restina av dystinum. Hetta ger, at eg tori slettis ikki at spæla dyst. Skal eg bara gevast"? 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2024

63 Leygardagur 23. november 2024

TB vann á Mjølni í Hotel Djurhuus-deildini

Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin Evgeniia Nizeva við fyri fyrstu ferð

(Mynd: TB)
SkrivaÐ:

Innsent

Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir – TB 1-3 (25-20, 12-25, 20-25, 16-25)

Tá ið samanum kom, vann TB tryggan 3-1 sigur á Mjølni. Hjá TB var nýggi russiski leikandi venjarin, Evgeniia Nizeva, við fyri fyrstu ferð, og hon fer at gera mun hjá TB. Í fyrsta setti trilvaði hon kanska eitt sindur, men sum dysturin leið, sást, at dugur er í henni.

Tað var tó Mjølnir, sum tók fyrsta settið, eftir at TB meginpartin hevði verið frammanfyri, og hevði lagt seg á odda 18-14. Men sum vit hava sæð í øðrum dystum hjá TB, so kom stígur í móti endanum á settinum, og Mjølnir vann fimm stig á rað og fór framum 19-18 og vann settið 25-20.

TB fótaði sær tó aftur, og vann annað sett 25-12 og vann sær eisini tíðliga greiða yvirvág í triðja setti. Hóast Mjølnir minkaði um munin niður í tvey stig (16-18), so vann TB kortini settið trygt 25-20.

Líkt var til at TB rann avstað við fjórða setti, tá støðan gjørdist 5-0, men Mjølnir svaraði aftur og minkaði til 6-7. Men eftir 9-8 (til TB), fór aftur at dragna millum liðini, og TB vann sannførandi 25-16.

Sunnudagin tók KÍF móti ósigraða oddaliðnum SÍ. SÍ vann trygt 3-0 við settúrslitunum 25-14, 25-19, 25-11.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

SÍ 15 stig
Fleyr 11 stig
Mjølnir 7 stig
TB 6 stig
KÍF 6 stig
Dráttur 0 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 1. desember kl. 14.30: TB - Mjølnir í høllini í Trongisvági

Mikudagin 4. desember kl. 19: Dráttur - SÍ í høllini á Giljanesi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2024

64 Leygardagur 23. november 2024

Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á Fleyr

Við 3-1 sigri á Fleyr sunnudagin legði Mjølnir seg fyribils á fyrstaplássið í Polestar-deildin, og ÍF vann sín fyrsta sigur í ár, tá Ternan var á vitjan

Mynd: Mjølnir - Phil Freere servar
SkrivaÐ:

Innsent

Polestar-deildin: Fleyr – Mjølnir 1-3 (16-25, 20-25, 25-16, 21-25)

Við 3-1 sigri á Fleyr sunnudagin legði Mjølnir seg fyribils á fyrstaplássið í Polestar-deildin; tvey stig framman fyri SÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Samanumtikið var sigurin tryggur, tó at Fleyr í øllum settum var á odda, men tað var serliga ímóti endanum á settunum, at Mjølnir var stinnari.

Eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 15-14 í fyrsta setti, gekk av skriðuni, tí Fleyr vann bert eittans stig aftrat, og Mjølnir vann settið 25-16.

Heimaliðið var eisini væl við í øðrum setti og var á odda til miðskeiðis í settinum – eitt skifti við fýra stigum – men tá settið skuldi avgerast, vóru gestirnir úr Klaksvík skarpari og vunnu 25-20, eftir at Fleyr annars hevði bart seg upp á 20-21.

Fleyr fekk flúgvandi byrjan upp á triðja sett og fór framum 6-1 og økti so líðandi um munin, til settið varð vunnið 25-16.

Fleyr bjóðaði aftur av í fjórða setti og legði seg á odda 15-12, eftir at Mjølnir hevði verið á odda fyrstu løtuna. Men eftir 16-14 til Fleyr vann Mjølnir fimm stig á rað og legði seg framum 19-16. Fleyr treiskaðist og stríddi seg upp á 21-22, men tá settið skuldi avgerast, var Mjølnir aftur stinnari og vann 25-21.

ÍF – Ternan 3-0 (25-21, 25-23, 25-12)

ÍF vann sín fyrsta sigur í ár, tá Ternan var á vitjan sunnudagin. Hjá Ternuni spældi nýggi kanturin úr Kanada, Aragona Nikolas Moser, sín fyrsta dyst, og hann munaði væl, tí bæði í fyrsta og øðrum setti beit Ternan væl frá sær, áðrenn avsmurningin í triðja setti.

Gaman í var Ternan ikki á odda eina ta einastu ferð í dystinum, men í fyrsta setti kom Ternan upp á 21-22, áðrenn ÍF tryggjaði sær settið 25-21, og í øðrum setti kom Ternan heilt upp á 23-24, áðrenn ÍF vann settið 25-23 við sínum fjórða settbólti. Í triðja setti var kortini stórur munur, og ÍF vann lættliga 25-12.

Ternan – ÍF 3-1 (27-25, 17-25, 16-25, 24-26)

Mikukvøldið hittust liðini so aftur, hesaferð á Toftum, og loksins eydnaðist Ternuni at vinna eitt sett, og  tað var um reppið, at Ternan eisini fekk sítt fyrsta stig í kappingini í ár.

Fyrsta settið var eisini fyrsta settið, Ternan yvirhøvur hevur vunnið í ár, og eisini tað fyrsta síðani á grækarismessu í 2023, tá Ternan vann 3-2 á júst ÍF.

Hóast fyrsta settið var ógvuliga javnt, so kom Ternan fyrstu ferð framum, tá støðan gjørdist 26-25. Frammanundan hevði ÍF havt tveir settbóltar.

ÍF setti seg tungt á annað og triðja sett, sum vórðu vunnin sannførandi 25-17 og 25-16, áðrenn Ternan svaraði aftur í fjórða setti. Tvær ferðir var Ternan á odda við fýra stigum, 12-8 og 14-10, men ÍF javnaði til 14-14 og fór framum 19-16 og 23-19.

Ternan gav tó ikki skarvin yvir og bardi seg upp á 24-24 við blokki á smassjið frá Vukasin Nedeljkovic, eftir at hava yvirlivað tveir dystarbóltar. Men tað var kortini til fánýtis, tí við einari “vørumerkjaatgerð” frammi við netið skaffaði Oleksandr Dmytriev ÍF nýggjan dystarbólt, og vánaligu hevingina hjá Ternuni revsaði Teitur Eliasen við at smella bóltin í gólvið til 26-24 til ÍF.

Harvið tók ÍF øll trý stigini og kemur samanlagt upp á sjey, meðan Ternan verður standandi við ongum stigi.

Støðan í Polestar-deildini:

Mjølnir 14 stig
SÍ 12 stig
Fleyr 9 stig
ÍF 7 stig
Ternan 0 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 1. desember kl. 13: Mjølnir - ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík
Sunnudagin 1. desember kl. 16: SÍ - Fleyr í Sørvági

Mikudagin 4. desember kl. 19: Mjølnir - Ternan í Badmintonhøllini í Klaksvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2024

65 Leygardagur 23. november 2024

Føroyingar til útlendska crossfit kapping

Fimm føroysk toymi luttóku í kappingini í Livingston

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm føroysk toymi luttóku síðsta vikuskiftið í crossfit-kapping í Skotlandi.

Stóra kappingin var í Livingston og eini 70 lið vóru tilmeldað. Øll liðini skuldu kappast í fýra ymsum kappingum og fingu føroysku liðini flott úrslit.

CrossFit er ein heldur nýggj ítrottargrein, ið samantvinnur nógvar ítrottargreinar so sum vektlyfting, úthaldni og fimleik, og leggur dent á funktionellar rørslur. Bæði í venjingum og kappingum verða allir íðkarar avbjóðaðir í styrki, úthaldni og skjótleika. CrossFit er harafturat kent fyri at skapa sterkan felagsskap fyri íðkarar sínar.

Kappingin varð býtt upp í trý ymisk torleikastig: RX, RX’ish og Scaled. Føroysku toymini vóru í besta og næst-besta torleikastignum.

Úrslitini eru niðanfyri:

RX kvinnur
Jenny Persson & Kristina Thede: 4. pláss

RX menn
Bartal Kamban & Eyðun Højgaard: 6. pláss
Rói Agnarsson & Niels Áki Mørk: 7. pláss

RX’ish kvinnur
Jóhanna av Steinum & Tordis Tróndarson: 2. pláss
Barba Andreasen & Katrin Hovland: 5. pláss

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2024

66 Leygardagur 23. november 2024

Helgi aftur snarmeistari

29 telvarar kappaðust í Talvhúsinum á Toftum leygardagin

Tríggir teir bestu í snartalvi. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, Helgi Dam Ziska og Luitjen Akselsson Apol
SkrivaÐ:

Innsent

Tveir skaraðu framúr í árligu FM-kappingini í snartalvi leygardagin. Okkara bestu tveir telvarar, stórmeistarin Helgi Dam Ziska og altjóða meistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, vóru í flokki fyri seg.

Innanhýsis talvið teirra millum í fimta umfari kom at vera avgerandi. Helgi vann hesa finaluna. Høgni vann øll hini tíggju talvini, Helgi hevði eitt remis móti Heiðriki Jacobsen, hini tíggju talvini vann hann.

Føroyameistarin í standardtalvi, Luitjen Akselsson Apol, endaði nummar trý.

Rógvi Egilstoft, sum vann í fjør, var ikki við í ár.

29 telvarar kappaðust í Talvhúsinum á Toftum. Ellivu umfør vóru í alt.

Tað gleðiliga var, at nakrir av ungu telvarunum, Petur G. Magnussen og Jamil Emil Jacobsen, vunnu seg fram í oddan.

FM í snartalvi 2024:
1. Helgi Dam Ziska, HT 10½ stig
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 8
4. Petur G. Magnussen, HT 7
5. Jamil Emil Jacobsen, ST 7
6. Carl Eli Samuelsen, HT 6½
7. Bogi Ziska, TT 6
8. Jón í Horni Nielsen, ST 6
9. Karl M. Dahl, KT 6
10. Margar Berg, HT 6

29 telvarar í alt.

FM í snartalvi 1980-2024
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgaard, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgaard, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
2024 Helgi Dam Ziska, HT

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024

67 Leygardagur 23. november 2024

Høgni vann í kvikdrama

Høgni Egilstoft Nielsen endurvann sunnudagin FM-heitið í kviktalvi eftir dramatiskan finaluumdyst móti Helga Dam Ziska

Høgni Egilstoft Nielsen - vann á Helga Dam Ziska í spennandi finalu í dag
SkrivaÐ:

Innsent

Kappingin var ógvuliga hørð millum teir báðar oddamenninar. Teir telvaðu javnt sínamillum, og vunnu hvørt talvið í hinum átta umførunum. Tað kom tí at standa á jøvnum teirra millum, báðir fingu 8½ stig. 

Helgi hevði munin í mótstøðustigum, men reglurnar áseta umdyst, stendur tað á jøvnum millum fremstu telvararnar.

Høgni og Helgi telvaðu fyrst tvey talv við tíðini 3 min. + 2 sek. Helgi vann fyrra talvið við hvíta fólkinum, og Høgni vann seinna talvið, tá ið hann hevði hvíta fólkið. Nú var líka vítt sum sítt.

So var farið undir eitt avgerandi triðja talv í umdystinum - eitt sudden death. Høgni hevði nú hvíta fólkið og fimm minuttir á klokkuni, Helgi hevði svarta fólkið og fýra minuttir til talvið. Sum kompensasjón kundi Helgi standa seg við javnleiki - Høgni mátti vinna. Báðir komu í tíðarneyð.

Helgi hevði vinnandi støðu, men tíðin fór at ganga undan. Til endans fann hann ein variant, har hann kundi fáa somu støðu tríggjar ferðir upp í slag og sostatt remis, men tíðin fór, áðrenn hann náddi at avgreiða leikendurtøkuna.

Sostatt vann Høgni umdystin 2-1- meira dramatiskt fekk tað ikki verið.

Eitt sera undirhaldandi punktum fyri hetta FM-vikuskiftið í snar- og kviktalvi. 

Í alt 32 telvarar vóru við í kvikkappingini. Teir fremstu tíggju vóru hesir:

FM kvik 2024
1-2 Helgi Dam Ziska, 8½
1-2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½
3 Luitjen Akselsson Apol, HT 7
4 Jón í Horni Nielsen, ST 5½
5 Heiðrikur Jacobsen, HT 5½
6 Elias Petersen, HT 5½
7 Rókur Davidsen, KTF 5½
8 Petur G. Magnussen, HT 5½
9 Margar Berg, HT 5½
10 Brestir Samuelsen, HT 5½

Í kviktalvi hava telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi eru tríggir minuttir í part umframt tvey sekund fyri leikin. 

FM í snartalvi hevur verið síðani 1980, men kviktelvingin kom ikki fyrr enn í 2019. Helgi og Høgni eru teir einastu, sum hava vunnið FM-heitið í kviktalvi, og í ár vóru teir so javnir sum ongantíð fyrr.

FM í kviktalvi 2019 - 2024
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2024 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2024