Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. oktober 2024 | Nr. 41 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Brigitte Bardot blandar seg í Watson-málið

SíÐa 2

1 Leygardagur 12. oktober 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Mønustingurin hjá Bústøðum?

Húsalánsgrunnurin, hvørs virksemi í dag virkar undir navni Bústaðir, hevur verið ovarlaga á breddanum hesar seinastu dagarnar. Nógv er sagt og skrivað, men tað er sum um ongin, ið hevur verið alment frammi, veruliga veit ella vil siga, hvussu standurin í hesum almenna føroyska bústaðafelagnum er.

Spurningurin um avvarðandi landsstýriskvinna sleppur at vera sitandi í sessinum hevur verið meginspurningurin eftir at hon við denti á “ábendingar” segði, at hon “ikki hevði fingið ábendingar um at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum”.

Hetta er at lúgva fyri løgtinginum, segði sýslumaðurin í Fólkaflokkinum avgjørdur, og legði málið fyri landsstýrismálanevndina, sum einmælt skal vera komin til eina niðurstøðu, ið var send landsstýriskvinnuni til ummælis, og sum, eftir hvat frættist, var rættiliga tyngjandi fyri landsstýriskvinnuna.

Síðani hevur landsstýriskvinnan sent nevndini eitt drúgt svar, har hon verjir seg móti skuldsetingunum. Og nú verður so spekulerað uppá, hvussu stórur vandi kortini er fyri, at landsstýriskvinnan má fara frá.

Seinasta nýggja er eitt kjak um hvat haldføri í veruleikanum er. Ein pensóneraður statsgóðkendur grannskoðari var í sjónvarpinum í gjár og greiddi frá, at fíggjarligt haldføri ikki er eitt hugtak, sum verður brúkt í grannskoðaraverðini. Og at sum hann sær tað, so stendur – alt annað líka – ikki so illa til við gjaldførinum hjá Bústøðum.

Hetta kom fram dagin eftir at nýsettur stjóri á stovninum valdi at koyra helmingin at verandi starvshópi til hús, so at tað nú bert eru níggju fólk eftir á stovninum: Tríggir húsavørðar, ein byggifrøðingur, tvey, sum taka sær av leiguumsiting, tvey, sum taka sær av fíggjarstýring og ein stjóri.

Tríggir húsavørðar. Ímyndið tykkum: Sambært heimasíðuni hjá Bústøðum hava hesir tríggir í løtuni ábyrgdina av viðlíkahaldinum av 389 búeindum á 40 ymiskum adressum. Tá byggiætlanirnar, sum í løtuni eru í gongd, eru komnar á mál, verður talan um 508 búeindir á 45 ymiskum adressum. Sunnan úr Vági norður til Hvannasunds og vestur til Sørvágs.

Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til.

Og tí er tað, at vit spyrja, tí vit vita ikki betur: Er hetta veruliga tann ætlaða avlagingin av Bústøðum, sum ávísar kreftir hava arbeitt fyri í langa tíð, sum nú kemur í ljósmála?

Vit minnast undir seinastu landstýrissamgongu, tá táverandi stjórin í Bústøðum, fyri opnari mikrofon og rullandi filmstólum, gav ilt av sær mótvegis landsstýriskvinnuni úr Fólkaflokkinum, tá hann fekk tað at ljóða, sum hon hevði sett ein arbeiðsbólk við greiðari ætlan um at avtaka stovnin.

Tað er ein sannroynd, at júst hesin flokkurin ongantíð hevur havt nakran fidus til, at tað almenna skuldi sleppa at gera sína ávirkan á bústaðarmarknaðin, tí hesin maarknaður er betri røktaður av privatum íleggjarum, hvørt endamál við virkseminum er at vinna pengar upp á bústaðarneyðina.

Okkurt bendir á, at tann einaferð so stolti Húsalánsgrunnurin er við at renna seg út av eggini, og at einasta bjargingin er at selja ognirnar hjá grunninum til hægstbjóðandi.

Og hvør verður tað so, sum sleppur at áseta leiguprísin og skúma róman?

(Tekstur rættaður viðv. talinum á húsavørðum kl. 0945)

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 91

    Lisnar síður: 21

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 12. oktober 2024

Brigitte Bardot blandar seg í Watson-málið

Franska sjónleikakvinnan er hollur stuðul hjá fongslaða atgerðarmanninum og hevur, sambært donskum miðlum, vent sær til danska løgmálaráðið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli. Hetta vegna handtøkuboðini úr Japan, sum løgreglan í Grønlandi valdi at lurta eftir. Boð komu eisini úr Føroyum í málinum.

Sí eisini: Løgreglan í Føroyum ávaraði grønlendingar um Watson

Nú atgerðarmaðurin (aktivisturin) situr fongslaður, er eisini trýst frá stuðlum hjá Watson: Tey vilja hava, at Danmark tekur avgerðina um at leyslata hann og ikki útflýggja hann til Japan sum fanga.

Ein kendur stuðul hjá Paul Watson blandar seg nú. Talan er um Brigitte Bardot. Fyrrverandi franska sjónleikakvinnan er ein av kendastu stuðlunum hjá Paul Watson.

[object Object](Mynd: visualhunt.com)

Bardot er sjálv "umhvørvisverndarfólk". Eitt av skipunum, sum Paul Watson hevur nýtt - millum annað á túrum í Føroyum - eitur "Brigitte Bardot".

Tíðindastovavn Ritzau og danskir miðlar skriva í dag, at Brigitte Bardot hevur vent sær til danska løgmálaráðið. Hetta hevur Løgmálaráðið váttað fyri rættarnevndini hjá Fólkatinginum.

Helst hevur hon lagt eitt ávist trýst á danskar myndugleikar, sum skulu taka støðu í málinum. Tað skulu teir helst áðrenn 23. oktober - Watson er fongslaður til tá. Einki framgongur um, júst hvat Bardot hevur skrivað til danir um í málinum. Hon hevur fyrr funnist at teimum, japanskum myndugleikum, umframt Føroyum, alment.

[object Object]Herfyri fór franska sjónleikarkvinnan Brigitte Bardot um tey 90. Einaferð varð hon mett at verða millum heimsins vakrastu kvinnur (Mynd: visualhunt.com)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

3
Leygardagur 12. oktober 2024

Dygdarøl streymar úr fimmti kranum

Fyrsti ølfestivalurin her á landi er á Vestaru bryggju hetta vikuskiftið

Bjór-entusiasturin Bjarni Á. Rubeksen, sum fyri 15 árum síðani gjørdi áhugaverda heimildarfilm "Ølfjeppararnir" í Kringvarpinum, fær her eina øl skonkta frá Mikkel Bjergsø
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað fossar øl í heimsflokki úr eini 50 ymiskum ølkranum í Silo á Vestaru bryggju í Havn hetta vikuskiftið.

Altjóða ølfestivalur er komin til býin. MBCFI er fløkjasliga navnið á tiltakinum, og tað stendur fyri Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands.

Tað er Mikkel Bjergsø, heimskendur bryggjari í Keypmannahavn, sum hevur tikið stigið til festivalin.

[object Object]Heri Petersen á ølfestivali í Havn. Hann var eisini við í sendingini "Ølfjeppararnir" frá 2009

Síðan hann fyrstu ferð var í Føroyum og síðan lat egna Mikkeller barr upp í Havn, hevur hann tosað nógv um Føroyar, sum hann ikki himprast við at kalla sítt yndisstað í heiminum.

Tað hava hansara bryggjaravinir lagt til merkis, og hava víst áhuga í at uppliva oyggjarnar eisini.

Og tá hann so kom við ætlanunum um at hava ein ølfestival í Føroyum eisini (frammanundan er Mikkeller Beer Celebration í Keypmannahavn á hvørjum ári, og hevur eisini verið hildið í eitt nú í Boston), so var stórur áhugi í at koma við.

- Við hesum festivalinum fái eg víst mínum bryggjaravinum mítt yndisstað, og eg fái eisini høvi at bjóða føroyingum nakrar av heimsins bestu ølum, sigur Mikkel Bjergsø.

Les eisini grein frá 24. august: Mikkel bjóðar forkunnugt bjór á festivali

[object Object]
Mikkel Bjergsø

Tá vit tosaðu við hann í gjár, var hann bergtikin av hvussu væl tiltakið hevur eydnast.

- Vit hava longu bílagt okkum hølini aftur til komandi ár, tá tað aftur verður ein MBCFI-festivalur. Hann verður 17. og 18. oktober. Eg eri blivin uppringdur av óteljandi kollegum frá øllum heiminum, sum nú biðja um sleppa at vera við á festivalinum næstu ferð. Tað verður ein avbjóðing hjá mær at siga nei við fleiri teirra, sigur Mikkel Bjergsø.

[object Object]Tey hugna sær í Silo

Innrás úr útlondum

Næstan helmingurin av gestunum í Silo hetta vikuskiftið eru útlendingar, sum eru komnir frá meginpartinum av verðini. Tað er upp í fleiri flogfør.

Fleiri eru komin úr USA, og eitt nú eru komnir tríggir mans úr Japan, sum vera her í tríggjar dagar við eittans endamáli, og tað er at vitja ølfestivalin.

Harafturat er eisini øll umsitingin á høvuðssætinum hjá Mikkeller við til festivalin í Havn hetta vikuskiftið

25 bryggjarí

Á MBCFI 2024 eru 25 bryggjarí umboðað, sum í útgangsstøði koma við fýra bryggjum hvør.

USA er best umboðað á ársins festivali. Ikki færri enn 10 amerikansk bryggjarí eru komin til Føroya við sínum ølum. Fleiri av teimum hava ongantíð verið at smakka í Føroyum fyrr. Og haðani koma eisini ølsløg, sum eru rættiliga trupul at fáa fatur á - eisini í USA - av teirri einfaldu orsøk, at talan er um veruliga smá bryggjarí.

Umframt tey tíggju amerikansku bryggjaríini eru fimm úr Danmark, tvey úr Svøríki, og eitt úr Føroyum, Lettlandi, Belgia, Íslandi, Polandi, Grikkalandi, Estlandi og Kekkia.

Kekkiska bryggjaríið hevur bert eitt slag av øli við. Tað er tí, at tað einans bryggjar eitt slag av øli.

Talan er um Budvar, bryggjaríið hjá kekkiska statinum, sum sigst vera bryggjaríið, sum fann upp á pilsnaran. Budvar verður ofta, saman við Urquell, sagt at vera upprunapilsnarin.

[object Object]Tað er ikki heilt vanligt at síggja kekkiskja statsbryggjaríið Budvar á ølfestivali


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024

4 Leygardagur 12. oktober 2024

Almennu útreiðslurnar hækkaðar eina milliard upp á eitt ár

Útreiðslurnar hækkaðu 9,2 prosent frá 2022 til 2023. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaanlegg, vegir og tunnlar, sum eru orsøk til stóra vøksturin

Seinasta skotið í Sandoyartunnlinum (Savnsmynd: Sonni á Horni)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru 13,18 milliardir krónur í 2023, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 13,14 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 40 milliónir í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.

Útreiðslurnar hækkaðu 9,2 prosent frá 2022 til 2023. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaanlegg, vegir og tunnlar, sum eru orsøk til stóra vøksturin

Størsti útreiðsluvøksturin lutfalsliga, var í kommunala geiranum, har útreiðslurnar hækkaðu 11,9 prosent. Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið hægri, og komu tær á fyrsta sinni upp um eina milliard í 2023, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ítróttaanlegg og tunnlar

Samlað gjørdi almenni geirin íløgur fyri 2,2 milliardir, sum er góðar 500 milliónir meir enn í 2022. Útreiðslutyngstu íløgurnar hjá landinum vóru Sandoyartunnilin og tunlar til Fámjins, Dals og norður um fjall. Í kommunala geiranum vóru nakrar av størstu íløgunum innkomuvegir hvørju megin Eysturoyartunnilin, svimjihallir í ávikavist Runavík og Havn og stórhøllin við Tjarnir.

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd', sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,6 milliardir krónur í 2023, og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu útreiðslunum. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti' har íløgur í vegakervið fylla nógv í føroysku tølunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Raðfesta samferðslukervið meira enn grannalondini

Samanbera vit býtið av almennu útreiðslunum á virkisøki, við býtið í grannalondunum, sæst, at væl størri partur av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til virkisøkið ’búskaparviðurskifti’ enn í hinum londunum. Serliga eru tað stórar íløgur í vegir og tunlar, sum havi hildið bólkinum uppi seinastu nógvu árini. 

Harafturímóti fer lutfalsliga minni til ’heilsu’ og til ’almennar samfelagstænastur’, sum í stóran mun telur almennu fyrisitingina. Stóru íløgurnar í ítróttaranlegg í árinum gera, at parturin av almennu útreiðslunum til virkisøkið ’frítíð, mentan og átrunaður’ er øktur munandi í mun til undanfarin ár, skrivar Hagstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

5

Størv

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Starvsfólk til køkin á Vesturskin

Meira Umsóknarfreist: 17. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024
6 Leygardagur 12. oktober 2024

Danska sjóverjan vísti áhuga fyri Brim Boats

Vitjaðu á Eiði mánadagin og fingu ein royndartúr við skjóttgangandi bátinum

(Myndir: Brim Boats)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku vitjaði Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse (FMI) Brim Boats á Eiði, har tey fingu eina ábending um hvat serligu arbeiðsbátarnir hjá bátabyggjarafyritøkuni kunna í føroyskum viðurskiftum.

- Brim Boats fingu góða fatan av krøvunum og møguleimunum frá fólkunum, sum vóru sera opin fyri hugskotum, sjálvt frá eini lítlari fyritøku sum okkara, skrivar fyritøkan á Facabook-síðu síni.

Gestirnir frá donaku verjuni fingu eisini høvi at royna bátarnar. Og tað var við einum sindri av blástri í hárið, tí siglt var upp í 54 kt. svarandi til 100 kilometrar um tíman.

Tað er Vinnuhúsið, sum hevur skipað fyri vitjanini hjá FMI í Føroyum.

Týsdagin varð skipað fyri kunningartiltaki um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu gerast veitarar til verjuna. Bæði Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse, FMI, og Forsvarets Ejendomsstyrelse, FES, vóru við á hesum tiltakinum.

Sera stórur áhugi var fyri tiltakinum, har umboð fyri yvir 50 føroyskar fyritøkur luttóku, skrivar Vinnuhúsið á netinum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

7 Leygardagur 12. oktober 2024

Hans Jákup Langgaard sagt seg úr starvi

Hann hevur sitið í sessinum í eitt lítið ár, men hevur nú valt at siga seg úr starvi sum stjóri í Posta

Hans Jákup Langgaard (Mynd: Posta)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hans Jákup Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi sum stjóri á Posta til 1. november 2024.

- Eg havi verið glaður fyri tíðina á Posta, hóast úrslitið fyri 2023 var avbjóðandi. Tað hevur verið ein hendingarík tíð, sum hevur kravt nógvar broytingar fyri at venda gongdini. Vit hava skapt eitt gott grundarlag fyri víðari rakstri, sigur Hans Jákup Langgaard í tíðindaskrivi frá Posta.

- Vit fara nú undir eina tilgongd at finna nýggjan stjóra til Posta. Eg vil gjarna takka Hans Jákup fyri góða samstarvið og ynskja honum alt tað besta frameftir, sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður á Posta.

Hans Jákup hevur verið stjóri síðan 1. desember 2023 og verður tøkur restina av árinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

8 Leygardagur 12. oktober 2024

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. september

Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør – fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 131, og eini nettotilflyting á 172

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. september var fólkatalið í Føroyum 54.679. Tað eru 303 fleiri fólk enn 1. september í fjør.

Talan er um ein vøkstur á 0,6 prosent, sum er minni enn undanfarna árið, tá fólkavøksturin var 0,9 prosent.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 131, og eini nettotilflyting - munurin millum til- og fráflyting - á 172, skrivar Hagstovan.

Fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna ári. Munurin var áleið 180 fólk, sum sæst aftur bæði í burðaravlopinum og nettoflytingini.

Burðaravlopið var á leið 80 fólk minni, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var um 100 fólk minni, tí hóast færri fluttu av landinum, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

9 Leygardagur 12. oktober 2024

60 læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið fegnast um støðugt hækkandi talið. Teir flestu av hesum, 23, eru í KBU

- Í dag eru umleið 100 føroyingar, sum lesa til lækna, og vit vóna at síggja tey á Landssjúkrahúsinum komandi árini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vit gleðast um støðugt hækkandi talið av útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Í løtuni eru 60 læknar í ymiskum útbúgvingarstørvum.

Tað tekur nógv ár at útbúgva seg til lækna, og tað er gleðiligt at so nógvir læknar velja at taka partar av útbúgvingini í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum frøðast vit um at hava fleiri og fleiri størv í boði.

Vit hava í løtuni 23 KBU læknar í útbúgvingarskipanini/starvi. Klinisk basisuddannelse (KBU) er tað fyrsta liðið í tí læknaligu víðariútbúgvingini. Í KBU brúkar ein sína vitan frá universitetinum til at vera lækni. Tað er eitt krav at allir læknar skulu ígjøgnum KBU forløb eftir loknan læknalestur á universitetinum.

17 læknar eru í løtuni í introstarvi á Landssjúkrahúsinum, innan 11 ymiskar sergreinar. Eitt introduktiónsstarv er í flestu førum ein samlað setan á 12 mánaðar, har ein ynskir at fáa praktiskar royndir og innlit í sergreinina, áðrenn ein velur endaligu sergreinina. Tað er møguligt at royna fleiri introduktiónsstørv.

14 læknar eru í høvuðsútbúgvingarstarvi í almen medisin, tað vil siga at hesir læra til kommunulækna. Høvuðsútbúgvingarstarv í almen medisin er sett saman av 4 ½ ári.

Harafturat hevur Landssjúkrahúsið í løtuni 6 læknar sum taka partar av síni serlæknaútbúgving her og restin av útbúgvingini verður tikin á donskum sjúkrahúsum.

Í dag eru umleið 100 føroyingar, sum lesa til lækna, og vit vóna at síggja tey á Landssjúkrahúsinum komandi árini.

Landssjúkrahúsið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

10 Leygardagur 12. oktober 2024

Sjey fólk søgd úr starvi hjá Bústøðum

Hetta er beint undir helmingurin at teimum, sum arbeiddu har áðrenn. Tey uppsøgdu fingu boðini fyrrapartin hósdagin

Bert níggju starvsfólk eru eftir hjá Bústøðum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bústaðir segði hósdagin heili sjey starvsfólkum í starvi. 

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst. Starvsfólkini fingu kunning um hetta fyrrapartin. 

Sambært in.fo er talan er um tríggjar húsavørðar, ein byggifrøðing, tvey fólk á fíggjardeildini og eitt skrivstovufólk.

Við stjóranum eru 16 starvsfólk skrásett á heimasíðuni hjá Bústøðum. Harvið eru nú bert níggju eftir. 

[object Object]
Jógvan Ósa, stjóri

Raksturin ov tungur

Jógvan Ósa tók við starvinum sum stjóri í summar. 

Við Portalin sigur hann, at talan er um ein ov tungan rakstur. 

- Raksturin er í verandi løtu ov tungur. Ein liður í at betra um raksturin, er at fremja sparingar á lønarútreiðslunum.

Vit spurdu hann, um tað ikki kundi verið gjørt nakað øðrvísi enn at siga næstan helminginum av starvsfólkunum upp.

Til hetta staðfestir stjórin tó, at "tað í verandi løtu ikki tíverri ikki vóru aðrir møguleikar".

Seinastu tíðina hevur støðan viðvíkjandi Bústøðum og langtíðarhaldføri verið nakað frammi. Nú hava Jógvan Ósa og onnur so tikið eina av avleiðingunum.

Samanlagt eru 13 fólk sagt upp hjá Bústøðunum seinasta árið.

Eitt mál viðvíkjandi avvarandi landsstýriskvinnuni og útsagnum hennara um langtíðarhaldføri hjá Bústøðum koyrir í løtuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

11 Leygardagur 12. oktober 2024

13 valevni stilla upp fyri Sambandsflokkin í høvuðsstaðnum

Seks kvinnur og sjey menn bjóða seg fram at umboða Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Sambandsflokkurin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambandsflokkurin hevur nú kunngjørt uppstillingarlistan til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Á listanum eru 13 valevni - seks kvinnur og sjey menn.

Talan bæði um valevni, sum eru roynd í politikki og óroynd valevni.

Tey 13, sum stilla upp fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu eru:
Anita Heinesen
Annfinn Brekkstein
Arni Carlsen
Bergun Kass
Geir Wardum
Halla Herdalur Poulsen
Ingvør Skaalum
Jóhan Petur Johannesen
Maud Karbech Mouritsen
Petur Frank Jákupsson Holm
Pól Flosi Johansen
Sunnvá Dahl Høgfeldt
Tummas Rubeksen

Fýra av valevnunum ganga aftur frá listanum fyri fýra árum síðani. Umframt býráðslimin Annfinn Brekkstein eru teir Jóhan Petur Johannesen, Petur Frank Jákupsson Holm og Tummas Andrias Rubeksen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

12 Leygardagur 12. oktober 2024

Tjóðveldislistin í Klaksvík klárur

Fýra kvinnur og tveir menn eru á listanum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðoya Tjóðveldisfelag er nú liðugt við uppstillingina til býráðsvalið 12 november við einum lista “við skilagóðum og fjølbroyttum fólki, ið ynskja at verða við til at menna Klaksvíkar kommunu enn meir í komandi setu”, sum tey siga sjálvi.

- Tað eigur at síggjast aftur, tá býráðið ger raðfestingar. Tí meira vit fevna um ymiskleikan og geva fleiri borgarum, feløgum og fyritøkum møguleika at kenna seg aftur í býnum, betri verður okkara lokalsamfelag, skrivar felagið.

Tey uppstillaðu eru hesi:

Mildrid á Lógv, 54 ár, sjúkrarøktarfrøðingur.
David Im, 38 ár, integratiónssamskipari hjá útlendingastovuni.
Annika S. Biskopstø, 37 ár, lærari á miðnámi á Kambsdali.
Annika M. Mellemgaard, 44 ár, lestrarvegleiðari á Glasi.
Anfinn í Toft, 36 ár, tekniskur leiðari í Nes kommunu.
Monica Ósá Henriksen, 31 ár, sjálvstøðug vinnurekandi.

Á kommunuvalinum fyri fýra árum síðani fekk Tjóðveldi 13,7 prosent av atkvøðunum og ein býráðslim.

Annika S. Biskopstø varð vald. Var við til at skipa býráðsmeirilutan eftir valið saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, men tók seg seinni burtur úr samgonguni.

Annika S. Biskopstø og Annfinn í Toft eru tey bæði á hesum listanum, sum eisini stillaðu upp seinast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

13 Leygardagur 12. oktober 2024

Fólkaflokkurin leggur fram familjupakka

- Størri frælsi yvir tíni tíð, tínum pengum og tínum møguleikuleikum, ljóða lyftini frá flokkinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkaflokkurin kunngjørdi í vikuni, at hann hevur ein familjupakka kláran at leggja fyri løgtingið. Pakkin inniheldur fleiri uppskot, sum hava til endamáls at gera tað tryggari, lættari og betri at vera familja í Føroyum, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi.

Flokkurin fer í næsum at bera uppskotini í løgtingið.

- Vit hava seinastu árini sæð eina keðiliga í gongd í føroyska samfelagnum. Færri børn verða fødd, og fleiri ung fara av landinum. Orsøkirnar til hesa gongd eru helst samansettar. Tó má politiski myndugleikin altíð gera sítt til at basa hesum.

- Hóast vit sita í andstøðu, so vilja vit vísa á loysnir, ið skulu gera tað lættari hjá familjum at búgva her. Góðar loysnir, ið ikki eru veruleikafjarar, skrivar Fólkaflokkurin.

Fólkaflokkurin óttast fyri, at tað gerst ein stór haldførisavbjóðing fyri samfelagið, um verandi gongd heldur fram. 

- Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Vit ynskja at geva familjunum størri frælsi yvir tíðini, pengunum og møguleikunum. Somuleiðis skal tað  bera til hjá barnafamiljum at seta føtur undir egið borð.

Meira um pakkan hjá Fólkaflokkinum her

Familjupakkin hjá Fólkaflokkurin fevnir um fýra økir:

Viðvíkjandi skatti, mælir flokkurin til at barnafrádrátturin fyri tvey tey fyrstu børnini verður 8.000 krónur og 11.000 krónur fyri tey fylgjandi umframt 4.000 fyri børn undr skúlaaldri. At mørkini skattaskipanin verður dagførd á hvørjum ári, so tey fylgja lønar- og prísvøkstrinum. At botnfrádrátturin hjá kommununum verður hækkaður.

Viðvíkjandi bústøðum mælir flokkurin til, at fólk, heldur enn rentuafturbering, fáa MVG-afturbering. At loyva fólki at brúka egna pensjónsuppsparing sum eginfígging við húsabygging. At geva sethúsaeigarum møguleika at leiga út skattafrítt upp til 100.000 krónur.

Viðvíkjandi barsil og ansing hevur flokkurin fleiri uppskot til at betra um barsilsskipanina, eitt nú at hámarksgjaldið skal fylgja lønarvøkstrinum. Eisini er uppskot um at skipa barnaansingina, so at hon eisini hóskar til foreldur, sum arbeiða ‘skeivar arbeiðstíðir’.

Og viðvíkjandi útbúgvingarviðurskiftum mælir Fólkaflokkurin til at hækka barnastudningin fyri fólk, ið eru lesandi og at stuðla uppundir, at bæði tað almenna og privata byggja fleiri lestraríbúðir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

14
Leygardagur 12. oktober 2024

Fyrsta byggistig av stórari verkætlan er nú liðugt

KJ í Kambsdali er við til at byggja smoltstøð fyri alifelagið Háafell í Nauteyri í Íslandi

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Útbyggingin av smoltstøðini í Nauteyri í Íslandi, sum alifelagið Háafell eigur, gongur væl. Fyrsta byggistig av stóru verkætlanini er nú liðugt, og er hetta ein varði á vegnum í góða samstarvinum sum Háafell og føroyska felagið KJ hava havt í fleiri áratíggju. 

Fyrsta byggistigið fyri Háafell er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at bjóða seg fram í Íslandi, har KJ hevur verið í fleiri ár. Fyrsta byggistig er ein høll við fýra stórum kørum, ið tilsamans geva 2.400 rúmmetrar. Nauteyri liggur í Ísafirði, einum av Vestfirðunum í útnyðringshorninum av Íslandi.

Her hevur KJ staðið fyri arbeiðinum at leggja rør í jørðina, sveising og legging av plastrørum, umframt veitan og uppsetan av tekniskari útgerð.  Starvsfólkini hjá Háafell gera í løtuni royndarkoyringar í nýggju umstøðunum.

Arbeiðið steðgar tó ikki her, tí næsta byggistig er longu farið ígongd. KJ hevur lagt rørleiðingar í lendið og arbeiðið við at byggja bygningin er væl ávegis. 

Gauti Geirsson, stjóri hjá Háafell, sigur:

- Vit eru sera glað fyri at hava gjørt avtalu við KJ um veitan og uppsetan av rørleiðingum og tekniskari útgerð til útbyggingina hjá okkum. Vit hava samstarvað við KJ í 20 ár, har vit m.a. eisini hava keypt tvíkiljur og aliringar frá teimum. Hetta ger, at vit kenna okkara veitara sera væl.

Í januar mánaði í 2023 veitti KJ eina tvíkilju til Háafell, sum var 15 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan fekk navnið Kofri, og var bygginummar 61 í røðini av tvíkiljum frá KJ. Eisini eru dygdargóðir aliringar veittir til Háafell, seinastu tvey áratíggini. 

Íslendski marknaðurin hevur sera stóran týdning fyri KJ. Tí luttekur fyritøkan á stóru aliráðstevnuni Lagarlíf 2024, sum verður hildin í Reykjavík í hesi vikuni.

Fyri góðum trimum vikum síðani luttók KJ eisini á stóru ali- og fiskivinnumessuni, IceFish2024. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

15 Leygardagur 12. oktober 2024

Forkvinnuskifti í arbeiðskvinnufelagnum

Ruth Boetius hevur nú tikið við eftir at Vígdis Johannesen í 30 ár hevur sitið í forkvinnusessinum

Vígdis Johannesen, t.v. og Ruth Boetius (Mynd: BS)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin var móttøka í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu í Havn í sambandi við at Vígdis Johannesen eftir 30 ár í sessinum í summar valdi at gevast sum forkvinna í felagnum.

Á aðalfundinum fyrst í juli valdi Vígdis ikki at stilla uppaftur. Í staðin er Ruth Boetius vald til nýggja forkvinnu.

Mikudagin var høvi at koma á gátt hjá arbeiðskvinnufelagnum at heilsa upp á fráfarandi og nýggju forkvinnuna í felagnum.

Umframt Ruth Boetius, sita nú hesar í nevndini í Havnar Arbeiðskvinnufelag: Leila Johannesen, næstforkvinna, Karin Højgaard, skrivari, Hansina Johannesen og Óluva Persson. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

16
Leygardagur 12. oktober 2024

Enniberg fekk fyrstu jólapakkarnar í ár

- Vit verða vónandi aftur áðrenn jól, ljóðaði frá fleiri í messuni, tá sjómanstrúboðarin kom við jólapakkunum

Karl Danielsen og Mortan Hansen (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Leygarkvøldið fór flakatrolarin Enniberg avstað. Leiðin lá til Vesturgrønlands, har svartkalvakvotan skal fiskast. Tá kvotan er fiskað, er ætlanin at royna eftir toski í Eysturgrønlandi, har føroyingar hava fingið royndarkvotu.

- Vit verða vónandi aftur áðrenn jól, ljóðaði frá fleiri í messuni, tá sjómanstrúboðarin kom við jólapakkunum. Ja, tað vónaði óivað øll manningin og teirra kæru. Kortini ger tað vónandi einki, at jólapakkarnir eru komnir umborð.

Eftir at trúboðarin hevði heilsa upp á mennirnar á brúnni og biði um Guds signing og varðveitslu yvir skipið, manningina og reiðaríið, vóru pakkarnir settir inn á skiparakamarið.

Mortan Hansen verður skipari fyrstu vikurnar. Síðani verður Karl Danielsen skipari. Hetta er fyrstu ferð Mortan Hansen er skipari. Hann er tó væl kendur umborð á Ennibergi, har hann hevur siglt við í fleiri ár, bæði sum dekkari, annar- og fyrsti stýrimaður. Karl Danielsen hevur verið skipari á Ennibergi síðstu árini. 34 mans eru við.

Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri jólapakkar til sjófólkið. Fram til 1. desembur kunnu teir latast inn til: Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Bláa Kross Føroya í Saltangará og Hotel Klaksvík (sjómansheimið).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

17 Leygardagur 12. oktober 2024

Brenna McCormick nýggjur býargartnari í Tórshavnar kommunu

Brenna hevur síðani 2018 starvast sum gartnari hjá Havin.fo. Fyrst sum lærlingur og seinastu tíðina sum dagligur leiðari. Hon byrjar í starvinum 18. november

Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu, Brenna Kashell McCormick, og Heðini Mortensen, borgarstjóri
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Brenna Kashell McCormick er sett sum nýggjur býargartnari í Tórshavnar kommunu.

Hon er 36 ára gomul og er fødd og uppvaksin í USA. Seinastu 10 árini hevur Brenna búð í Føroyum.

Brenna hevur síðani 2018 starvast sum gartnari hjá Havin.fo. Fyrst sum lærlingur og seinastu tíðina sum dagligur leiðari. Hon hevur góðar førleikar og viðkomandi royndir innan tað, sum krevst at røkja starvið sum býargartnari. Brenna gleðir seg at byrja í starvinum og at arbeiða miðvíst við at menna grønu økini kring alla kommununa.

Brenna tekur við starvinum tann 18. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

18 Leygardagur 12. oktober 2024

Randi hevði 40-ára starvsdag á Ellisheiminum

Randi Kjærbæk úr Skálavík var ikki fylt 18 ár áðrenn fyrsta starvsdagin á heiminum. Á hátíðarhaldi fekk hon "Kongens fortjenestmedalje", umframt gullmedalju og heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu

Randi takkar fyri (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin var hátíðarhald á Ellisheiminum í Havn. Hetta var í sambandi við, at Randi Kjærbæk hevði 40-ára starvsdag.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðau sínari

Randi flutti til Havnar - og í fyrstu syftu inn á Ellisheimið har hon arbeiddi - stutt áðrenn 18-ára føðingardagin.

Skálvíkskvinnan hevur samanlagt arbeitt har meginpartin av sínum lívi. Randi hevur eisini verið í Danmark og Noregi, har hon hevur nomið sær útbúgving  - seinast sum heilsurøktari.

[object Object]
 (Mynd: torshavn.fo)

Randi Kjærbæk fekk gullmedalju og heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu. Eisini fekk hon eitt serligt heiðursmerki: "Kongens fortjenestmedalje" - hetta fyri drúgva tænastu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

19 Leygardagur 12. oktober 2024

Fimm tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum ung

Heilsustýrið kemur við frágreiðing um sálarheilsuna hjá ungum í sambandi við sálarheilsudagin í dag, 10. oktober

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin í dag, 10. oktober, gevur Heilsustýrið nýggja frágreiðing út um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi. Frágreiðingin leggur fram úrslit um viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarligu heilsuna hjá ungum og inniheldur nøkur tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum føroysk ung.

Í farnu viku almannakunngjørdi Heilsustýrið nýggj úrslit úr fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, ið m.a. vı́stu, at viðvı́kjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig. Tey ungu ı́ aldursbólkinum 18-24 ár, og serliga kvinnurnar, liggja væl oman fyri restina av føroyingum.

Úrslitini samsvarandi kanningini frá 2019 vı́stu eisini, at tað serliga vóru ung, sum ı́ størstan mun kendu seg strongd, tung ı́ huga, ólukkulig og kendu einsemi samanborið við eldru aldursbólkarnar. Við kvantitativu úrslitunum var tørvur á at fáa betri innlit ı́, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Tı́ varð ein kvalitativ kanning gjørd við samrøðubólkum við 28 ung millum 18 og 34 ár, sum tók støði ı́ sjónarmiðunum hjá føroyskum ungdómi. Úrslitini frá hesi kanning eru tøk ı́ eini frágreiðing hjá Heilsustýrinum her.

Ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag

Í kvalitativu kanningini vı́stu seg trý høvuðsevni, ið vóru knýtt at sjónarmiðunum hjá ungum um, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Høvuðsevnini vóru: ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar ı́ einum lı́tlum samfelag.

Í øllum samrøðum við tey ungu varð greitt, at tey uppliva ómetaliga nógvar valmøguleikar.

Hóast tey ungu virðismeta valmøguleikarnar, hava teir eina neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum, tı́ teir skapa eitt trýst, ið er bæði knýtt at mongdini av valmøguleikum, at velja rætt og velja rætt røttu løtuna. Trýstið skapar eina kenslu av at skula skunda sær gjøgnum lı́við, og at neyðugt er at taka stórar og rættar avgerðir beinanvegin. Vandi er fyri at velja skeivt og sostatt miseydnast, tá tú tekur eina avgerð.

Tætt knýtt at mongu valmøguleikunum eru høgar væntanir, ið er næsta høvuðsevni, ið ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdó mi. Væntanirnar eru ofta høgar og koma frá bæði samfelagnum, familjum, javnaldrum, sosialum miðlum og teimum ungu sjálvum og ofta frá fleiri samstundis. Væntanirnar kunnu ofta vera ó gjørligar at liva upp til, og sosialir miðlar eru ein týðandi kelda til høgar væntanir – serliga millum ungu kvinnurnar ı́ høvuðsstaðarøkinum og tey, sum eru lesandi uttanlands.

Føroyar eru eitt lı́tið samfelag, og tað hevur nakrar avmarkingar við sær, ið ávirkar tey ungu, sum búgva ı́ útjaðaranum av landinum, og er hetta triðja høvuðsevni ı́ frágreiðinini. Tey ungu uppliva, at teirra útbúgvingarval er bundið at, um tey ætla at flyta heim aftur til heimstaðin eftir loknan lestur, tı́ starvsmøguleikarnir eru avmarkaðir ı́ heimstaðnum. Skeiv avgerð um útbúgvingarval kann avmarka møguleikan fyri at flyta heim aftur til heimstaðin. Harumframt eru møguleikarnir fyri sosialum- og frı́tı́ðarvirksemi avmarkaðir ı́ smærru økjunum kring landið. Vantandi frı́tı́ðarvirksemi ı́ heimstaðnum, ið fevnir um annað enn tað vanliga sum t.d. fótbólt og samkomulı́v, er knýtt at einsemi. Tørvur er á fleiri møguleikum fyri at møta øðrum og vera partur av einum felagsskapi ı́ smærru økjunum kring landið.

Fimm tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum ung

Tey ungu �ingu eisini møguleika fyri at geva sı́tt ı́kast til, hvat tey meta kann gerast fyri at betra um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Hetta førdi til nøkur tilmæli hjá luttakarunum, ið eru skipað ı́ fimm høvuðsevni og sum kunnu vera týdningarmikil at hava við, tá miðvı́s átøk skulu setast ı́ verk. Summi tilmæli eru knýtt at ymiskum bólkum, sum t.d. ungum ı́ útjaðaranum av landinum, ungum við børnum og familju, ungum uttan børn og familju og at lestrarlı́vinum hjá ungum. Onnur tilmæli snú gva seg meira um yvirskipað tilmæli.

Nøkur tilmæli venda sær til myndugleikar, kommunur, skipanir ı́ Føroyum, og onnur venda sær til tey ungu sjálvi og foreldur. Sum heild verður mett, at øll kunnu gera okkurt fyri at betra um sálarligu heilsustøðuna millum føroysk ung. Tilmælini hjá teimum ungu eru skipað ı́ fimm høvuðsevni við fleiri tilmælum undir hvørjum evni, ið eru at sı́ggja ı́ frágreiðingini.

Høvuðstilmælini eru:

  1. Skapa fleiri møguleikar fyri sosialum virksemi ı́ útjaðaranum
  2. Leggja minni dent á próvtøl ı́ skúlaskipanini og samfelagnum sum heild
  3. Avmarka atgongdina til sosialar miðlar og skı́ggjar
  4. Gera tað liviligari fyri ung ı́ Føroyum
  5. Skapa opinleika um sálarliga heilsu og skapa atgongd til hjálp 

Tíðindaskriv frá Heilsustýrinum

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

20 Leygardagur 12. oktober 2024

6. flokkur í Kollafjarðar skúla vann fiskikappingina

Hvørt ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu ein fiskitúr við sluppini Wetward Ho, og eins og undanfarin ár varð skipað fyri fiskikapping

6. flokkur i Kollafjarðar skúla saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og manningini á Westward Ho (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eins og undanfarin ár hevur Westward Ho skipað fyri fiskikapping.

Hvørt ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu ein fiskitúr við sluppini, og hósdagin vórðu vinnararnir av kappingini heiðraðir við steypahandan í Kollafirði.

Vinnarin av kappingini fyri einstaklingar var Markus úr Kollafjarðar skúla, ið fiskaði ein kalva, ið vigaði heili 10,3 kilo. Eisini var tað 6. flokkur í Kollafjarða skúla, sum við sínum 77 fiskum fiskaði flest fiskar.

Hetta er triðju ferð, at Kollafjarðar skúli vinnur kappingina, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði steypini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2024

21
Leygardagur 12. oktober 2024

Gullbrandur og blábrandur – brennandi aktuellar

Litføgru og stóru brennandi hvalspýggjurnar kunnu upplivast kring oyggjarnar um hesa tíð

(Mynd: Ingi Sørensen)
SkrivaÐ:

Tjóðsavnið

Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum í føroyskum sjógvi, skrivar Tjóðsavnið.

Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.

[object Object]
(Mynd: Ingi Sørensen)

Gullbrandur (Cyanea capillata)

Í Sundunum og á Skálafirði er vanligt at síggja gullig rundbøllut skap flóta í vatnskorpuni seint á sumri og um heysti.

Hetta er hvalspýggjubøllurin á gullbrandi, sum er størsta hvalspýggja um okkara leiðir. Í Føroyum gerst bøllurin neyvan størri enn hálvan metur í tvørmáti, men aðrastaðir kann bøllurin gerast meiri enn tveir metrar í tvørmáti og trevsurnar okkurt um 30 metrar. Omanífrá er liturin gulbrúnur.

[object Object]
(Mynd: Ingi Sørensen)

Blábrandur (Cyanea lamarckii)

Í mun til gullbrand er blábrandur oftari at síggja nærri landi, t.d niður við kajkanti ella í bátahyli, ofta saman við okkara vanligu hvalspýggju.

Blábrandur gerst ikki so stórur sum gullbrandur; bøllurin kann verða okkurt um 30 sentimetrar. Sum navnið sigur, so er bøllurin bláur á liti.

Nøvnini gullbrandur og blábrandur

Í lívfrøðibókunum hjá Teodori Hansen (sála) sæst, at hann kallar hesa størru trevsutu hvalspýggjuna fyri gullbrand. Onki verður nevnt um nakra aðra. Í gomlum bókum verður eisini bert tosað um hvalspýggju, og onki verður nevnt um ávís nøvn, bert tey latínsku nøvnini Cyanea capillata og Aurelia auria.

Tey gomlu hava tí ikki givið sær far um hvussu nógv ymisk sløg av hvalspýggju hava verið.

Í dag vita vit at væl at fleiri sløg eru, tó uttan at vit hava nóg góðan kunnleika til hvørji tey eru. Eitt av hesum er Cyanea lamarckii. Tað kann hava verið her leingi, men hetta vita vit ikki tí fyrstu skrásetingarnar eru frá 1964, og er skrásett av Natural History Museum (London)

Í Noregi kalla tey hetta slagið blå brennmanet, í Svøríki blåmanet, í Danmark blå brandmand, í Íslandi blálogi og í Bretlandi blue jellyfisk. Tí er ógvuliga hóskandi at vit her í Føroyum kalla hetta slagið fyri blábrand. Blátt eftir ráðandi bøllulitinum, og at kalla seinna liðin brandur, bæði tí trevsurnar brenna og tí syskinaslagið eitur gullbrandur.

Kelda: Tjóðsavnið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2024

22
Leygardagur 12. oktober 2024

Dámligur skógardámur í biografinum

Til undanframførslu av "Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum"

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Forhøllin í biografinum í Havn var pyntað við greinum, og har angaði av piparkøkum frá Haruper bakarameistara, tá Kringvarpið í vikuni bjóðaði til undanframførslu av teknifilminum “Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Fyri fyrstu ferð var høvi at uppliva góðan animeraðan film í biohøllini við føroyskari talu og sangi.

Tað er tey, sum taka sær av barnatilfarinum á mentanardeildini hjá Kringvarpi Føroya, sum hava tikið stig til at fáa henda dygdarfilmin fyri børn føroyskaðan, og takk fyri tað.

[object Object]Nøtur og piparkøkur og annað gott (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen / KvF)

Filmurin er væl týddur, og Páll Danielsen sum leikstjóri og Finnur Hansen hava hegnisliga givið ljóðmyndini ein vakran føroyskan dám.

Tað er ikki bara vit hálvgomlu, sum elska søguna hjá Thorbjørn Egner um Klintrimús, Skógmúsmortan, Haruper og Revamikkjal, sum Eyðun Johannesen so hegnisliga gjørdi til útvarpsleik í barnaútvarpinum á sinni við Elin Karbech Mouritsen, Rólant Samuelsen, Óla Kurt og Herman Jacobsen í høvuðsleiklutunum.

[object Object]Páll Danielsen og Jonna F. Mortensen, fyriskiparar (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Tað gera yngru ættarliðini eisini, tí søgan um dýrini í Vallbakkaskóginum tolir væl at verða endursend við jøvnum millumbilum, og hevur tíbetur eisini verið tað.

At áhugi er fyri at síggja filmin, sum Kringvarpið í fyrstu atløgu hevur yvirlatið til Havnar Bio at vísa, er eyðsæð. Tað sigst, at atgongumerkjasølan hevur sett metið hjá James Bond. Longu áðrenn filmurin hevði verið sýndur fyrstu ferð, vóru yvir 2.500 atgongumerki seld.

Hóast vit øll kendu søguna frammanundan, so var tað hugaligt at fáa sett andlit á djórini og fólkini í hesum hugnaliga – og onkuntíð eisini eitt sindur óhugnaliga – skógi.

[object Object]Bára Berghamar Danielsen (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

[object Object]Jákup Dahl Wardum, saman við konu og børnum (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Og tað var eisini stuttligt at fáa nýggjar røddir á eisini. Mikið skemt og fjas er eisini flættað inní. Óvanliga stuttligt at hoyra Jákup Veihe sum revin, Hans Tórgarð sum Bamsupól og so eru bóndahjúnini, sum saman við stóra hundi sínum fara út í skógin at skjóta Mikkjal, tí hann hevur stolið eina skinku úr hjallinum, urkomisk, bæði røddir og figurarnir. Og ikki at gloyma Bakarameistaran, bakarasveinin og músaommuna. Stuttligt.

Hinir figurarnir eru eru kanska meira fittir og hampuligir. Men føroyski parturin liggur ikki eftir. Bára Berghamar Danielsen (við frálíkum sangi eisini) og Jákup Dahl Wardum bera ein stóran part sum ávikavist Klintrimús og Skógmúsmortan. Restin av ræddarhópinum, harav øll børnini eru røddir, sum helst kennast frá áður framleiddum norskum jólakalendarum.

Tónleikurin er festligur fólkatónleikur við ukulele sum berandi instrumenti. Rullitekstirnir vísa, at tað er orkestrið Katzenjammer, sum hevur staðið fyri tónleikinum tá filmurin varð framleiddur í Noregi. Og Katzenjammer eru tað kanska nakrir føroyingar, sum kenna. Tær - Katzenjammer er eitt kvinnuorkestur - settu sín festliga dám á G! festivalin við táverandi hittinum "Bar in Amsterdam" fyri nú nógvum árum síðani eftirhondini. 

“Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum” er filmur, ið allar bansligar sálir, sum ikki himprast við at lata seg draga inn í hugtakandi heimirnar hjá Thorbjørn Egner, eiga at fara at hyggja eftir.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024

23 Leygardagur 12. oktober 2024

Bárður Oskarsson fær altjóða heiðursmerki

Hetta er fimtu ferð, at føroyski rithøvundurin og teknarin fær "The White Ravens" heiðursmerki. Hesaferð fyri bókina 'Bob'

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski teknarin og rithøvundurin Bárður Oskarsson er enn einaferð heiðraður við “The White Ravens” heiðursmerki. Hesaferð er tað fyri myndabókina “Bob”, sum kom út á føroyskum í vár.

”The White Ravens” er eitt úrval av altjóða góðskubarna- og ungdómsbókmentum. Hvørt ár velur Internationale Jugendbibliotek einar 200 merkisverdar nýggjar barna- og ungdómsbøkur. Í ár eru tær 216 útvaldu bøkurnar frá 62 londum og á 44 málum, og hesa ferð er myndabókin “Bob” hjá Bárði Oskarsson við í rúgvuni.

Barnabókmentaserfrøðingar frá The International Youth Library velja bøkurnar grundað á ummælir og fríeintøk, sum bókasavnið fær ígjøgnum árið.

Nevndin leggur dent á bøkur, sum kunnu hava áhuga fyri ein altjóða lesaraskara, orsakað av høga bókmentaliga og myndaliga støðinum og/ella evnunum, sum bókin viðger.

[object Object]

Leitar eftir røttu gularótini

“Bob” snýr seg um kaninina Bob, sum leitar eftir heilt røttu gularótini. Tað er ikki lætt at velja ta heilt røttu í handlinum, gularótin skal hava júst tann rætta ljósa appilsingula litin. Men Bob finnur júst ta røttu og fer við bussinum heim, og gloymir gularótina eftir í bussinum!

Men so kemur hundurin Hilbert fram við, og kanska alt fer at laga seg.

Bárður Oskarsson, ein meistari

Um Bárð Oskarsson skrivar The White Ravens-nevndin, at hann er ein meistari í at tekna minimalistisk andlitbrá og skriva beinraknar setningar. Hansara stuttu søgur um kaninina og hundin tykjast einfaldar, men hava í veruleikanum bæði ein brodd, eitt tvist og heimspekiliga grundan.

Hetta er fimtu ferð, Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðursmerki. Hann hevur áður fingið tað í 2006 fyri “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, í 2013 fyri “Stríðið um tað góða grasið”, í 2016 fyri “Wilbert”, í 2018 fyri “Træið” og nú í 2024 fyri “Bob”.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav “Bob” út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli, m.a. í Weekendavisen. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er frá fleiri øðrum londum, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

24 Leygardagur 12. oktober 2024

Varpið umskapað til gandaskóg í heystfrítíðini

Papageno leiðir børnini gjøgnum vandan í gandaskóginum at finna tilfar til drykkin hjá gandakellingini

(Plakat: Rókur Heinesen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg.

Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini.

Við íblástri úr kendu operuni, “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt.

Prinsurin, Tamino, er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar – og honum tørvar hjálp!

Herfinnur Árnafjall spælir leiklutin sum tann syngjandi fuglafangarin, Papageno, sum ferðast gjøgnum Gandaskógin við børnunum. Á vegnum hitta tey m.a. prinsessuna Paminu, sum lærir børnini ein sang, disko-trøllið Monostatos, sum fær børnini at dansa, teir syngjandi prestarnar í Vísdómstemplinum og Náttardrotningina við teimum høgu tónunum.

Skattajaktin er umleið 45 minuttir, og er ætlað børnum í aldrinum 5 til 11 ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

25 Leygardagur 12. oktober 2024

Finalan í Pan-ArcticVision verður í kvøld

Í kvøld skal avgerast, um tað verður Ester Skála, sum vinnur Pan-ArcticVision - altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið. Finalan kann síggjast í Blábar

Ester Skála umboðar Føroyar við sanginum "Dansur á Rósum"
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú skal avgerast, um tað verður Ester Skála, sum vinnur Pan-ArcticVision - nýggju altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið.

Í kvøld klokkan 19 verður sangkappingin beinleiðis stroymd á Blábar í Havn.

Pan-ArcticVision verður stroymd beinleiðis úr Nuuk, har 10 tónleikarar úr 10 ymiskum londum úr arktiska økinum fara at kappast um at fáa flesar atkvøður og soleiðis vinna kappingina.

Føroyska íkastið er sangurin "Dansur á Rósum", sum Ester Skála av Argjum bæði hevur skrivað og sjálv syngur. Um sangin sigur Ester:

– Sangurin snýr seg um eina forelskaða gentu. Gentan fer í einar ljósareyðar brillur og brádliga sær hon ein heim fullan av blómum og kærleika.

Tiltakið á Blábar er ókeypis, men eisini ber til at stroyma kappingina á panarcticvision.org.

Pan-ArcticVision er ein altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó, fyri føroyskar tónleikarar er ein ávísur munur; í Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, tað kunnu teir á Pan-ArcticVision.

Hugsanin handan Pan-ArcticVision kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision. Fyrsta Pan-ArcticVision kappingin varð hildin í fjør í Vadsø í Norðurnoregi. Tá umboðaði Guðrið Hansdóttir Føroyar.

Pan-ArcticVision er fyriskipað av NORDTING - The Northern Assembly, og er framleidd í samstarvi við Katuaq - Mentanarhúsið í Nuuk, og KNR - Kalaallit Nunaata Radioa (Grønlendska kringvarpið). Norðurlandahúsið á staðnum er samstarvsfelagi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

26 Leygardagur 12. oktober 2024

“Sonurin” eftir Jon Fosse á Tjóðpallinum

“Sonurin”, eftir Jon Fosse, er ein dramatisk søga um alt tað, vit aldri siga hvør øðrum

Norski rithøvundurin, Jon Fosse, kann upplivast á palli fyri fyrstu ferð í Føroyum (Mynd: Tom A. Kolstad)
SkrivaÐ:

Innsent

Í eini lítlari bygd sita pápin og mamman. 

Tað er myrkt í bygdini.

Einki ljós er at síggja uttan ljósið úr teirra egnu húsum og húsunum hjá Grannanum.

Í dag er Grannin farin inn í býin – helst at drekka seg fullan.

Ungdómurin í bygdini flytur burtur - eins og Sonurin hjá Pápanum og Mammuni gjørdi.

Tey leingjast eftir, at Sonurin kemur at vitja.

Tey vita ikki hvar hann er, ella hvat hann ger.

Tey stúra eisini fyri, at hann kemur heim aftur.

Men ein sonur er ein sonur, og heim aftur kemur hann...


Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin.

At leikstjórna hesi hugspennandi søgu hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað stórleikirnar: “Reinsan” og “Elektra” á Tjóðpallinum, og verður “Sonurin” ikki ein minni uppliving. 

At sniðgeva búnarnar og pallmyndina, og skapa huglagið saman við leikstjóranum, kemur scenografurin, Anne Mette Bo Drivsholm at taka sær av. Ljóssniðgevi verður Turpin Napoleon Djurhuus. Marna Jacobsen hevur týtt leikin til føroyskt.

Leikarar í “Soninum” eru Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen.

Jon Fosse er føddur í 1959 og hevur latið eitt rúgvumikið ritverk úr hondum sum er týtt til nógv mál. Fosse hevur eitt sera sermerkt mál; hann skrivar langar, smidligar og rútmiskar setningar, og endurtekur orð, setningar og hugsanir, soleiðis at hansara einføldu prosatekstir fáa ein sterkan tónlistarligan dám. Nógvar av skaldsøgunum hjá Fosse fara fram á norsku vesturstrondini og lýsa ofta nærleikan í lívinum hjá persónunum so sum havið, bygdina og familjuna. Sum leikritahøvundur fæst Fosse eisini við intim sambond, og skrivar hann ofta stuttar leikir til fáar leikarar.

Í 2015 fekk Jon Fosse bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, og í 2023 fekk hann Nobelheiðursløn í bókmentum fyri sín nýskapandi dramatik og prosa.

Fyrsta sýning av Soninum eftir Jon Fosse verður á Tjóðpallinum hósdagin 14. novembur.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

27 Leygardagur 12. oktober 2024

Bókadagaskráin er kunngjørd

Høvuðsnøvnini í ár eru Jon Fosse úr Noregi, Inger Smærup Sørensen úr Danmark, Rán Flygenring úr Íslandi og Høgni Mohr úr Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jon Fosse úr Noregi, Inger Smærup Sørensen úr Danmark, Rán Flygenring úr Íslandi og Høgni Mohr úr Føroyum. Hesi eru millum rithøvundarnar, sum verða á skrá, tá ársins bókmentafestivalur, Bókadagar, fer av bakkastokki 16. - 17. novembur í Norðurlandahúsinum. Skráin til Bókadagar er júst kunngjørd.

Aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um eitt vikuskifti við bókmentum. Oman fyri 20 tiltøk eru á skránni, sum er ætlað bæði børnum og vaksnum. Rithøvundasamrøður, verkstovur, yrkingaupplestur, barnafilmar, kjak, søgusiging, bókasøla, teknistova og nógv annað. 

Millum annað fer Høgni Mohr at vitja festivalin og greiða frá um autofiktión, Marjun Syderbø Kjelnæs fer at tosa um nýggju skaldsøguna, “Marta, Marta. Inger Smærup Sørensen, sum er aktuell við skaldsøguni “Dødsbo, vitjar úr Danmark, og Rán Flygenring, sum m.a. hevur skrivað “Vígdis og Eldgos vitjar úr Íslandi. Ársins størsta navn er norska heimsstjørnan og vinnarin av Bókmentavirðisløn Nobels, “Jon Fosse”, sum m.a. hevur skrivað bøkurnar “Morgen og aften og “Hvidhed

Til børnini er eitt søguleikhús hvønn tíma alt vikuskifti, sum Bókaklubbin skipar fyri. Leygardagurin hevur eitt sindur av hvørjum til øll; men sunnudagurin er serliga ætlaður børnum og barnsligum sálum. Tá verður møguleiki hjá børnum at royna fleiri verkstovur, sum snúgva seg um at tekna, svansa, krutla, lukta, kroysta og skapa sær.  

Rit & Rák stendur fyri ársins bókasølu.

Bókadagar eru skipaðir í samstarvi við føroyskar rithøvundar, útgávuforløg og felagsskapir. Øll tiltøkini eru ókeypis.

Skráin í síni heild sæst her nlh.fo

[object Object]
Jon Fosse, Noreg

[object Object]
Inger Smærup Sørensen, Danmark

[object Object]
Rán Flygenring, Ísland

[object Object]
Høgni Mohr, Føroyar



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

28 Leygardagur 12. oktober 2024

Friðarheiðurslønin til felagsskap ímóti kjarnorkuvápnum

Ársins friðarheiðursløn Nobels fer í ár til japanska felagsskapin “Nihon Hidankyo”, sum síðani nýtsluna av kjarnorkubumbunum í Japan, hevur arbeitt fyri at varpa ljós á avleiðingarnar av at brúka kjarnorkuvápn

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað mundi koma óvart á tey flestu, tá Nobel nevndin fríggjadagin boðaði frá,  at hon hevur avgjørt at lata Nobel friðarheiðurslønina til japanskan felagsskap, hvørs limir eru yvirlivandi frá kjarnorkuálopunum í Hiroshima og Nagasaki í Japan í 1945.

Nevndin, sum avger, hvør skal hava friðarheiðurslønina, sigur m.a., at arbeiðið, sum tey yvirlivandi frá kjarnorkubumbunum, gera, eigur at minna okkum á avleiðingarnar, sum brúk av kjarnorkuvápnum, kunnu fáa fyri mannaættina ikki minst í dag, nú so mong hava ognað sær hesi oyðingarvápn.

Tey yvirlivandi frá kjarnorkubumbuálopunum í Japan hava líka síðani roynt at kunna heimin um teir ræðuleikarnar, sum brúkið av hesum vápnum hevði við sær og sum kann endurtaka seg, um ikki heimurin vendir brúki av kjarnorkuvápnum bakið. Hesi hava brúkt alt sítt lív til at ávara ímóti avleiðingunum av at brúka kjarnorkuvápn. 

Tað er greitt, at ein orøk til at varpa ljós á júst kjarnorkuvápnini, eru tær hóttanir, sum hava verið frammi í seinastuni um at brúka hesi vápn. M.a. hevur russiski forsetin Putin fleiri ferðir hótt við at brúka kjarnorkuvápn í krígnum í Ukraina. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

29 Leygardagur 12. oktober 2024

Norski oljugrunnurin við týðandi vegamót

Í hesum døgum hevur norski oljugrunnurin sett nýtt met við 19.000 milliardum krónum. Hetta er ein tvífaldan av virðinum eftir einans fimm árum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru bert fýra mánaðir síðani, at grunnurin rakk enn einum vegamóti við 18.000 milliardum krónum.

Orsøkin til gongdina er vøkstur á marknaðunum, peningaflytingar frá stjórnini og ein veik norsk króna.

Tað hevur gingið rættiliga væl at økja virðið á grunninum. Í november 2020 varð upphæddin 11.000 milliardir, í juli 2021 12.000 milliardir, í januar 2023 13.000 milliardir, í februar 2023 14.000 milliardir, í mai 2023 15.000 milliardir, í desember 2023 16.000 milliardir, í mars 2024 17.000 milliardir og í juli 2024 18.000 milliardir og nú 19.000 milliardir norskar krónur.  

Tað merkir 3,4 milliónir fyri hvønn borgara í Noregi. Tað eru sera neyvar reglur fyri, hvussu nógv ein norsk stjórn kann brúka av pengum úr grunninum á hvørjum ári. Núverandi norska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ætlar at brúka umleið 570 milliardir krónur árliga úr grunninum til umsiting av norska samfelagnum.

[object Object]

[object Object]

Kelda: E24.no

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

30 Leygardagur 12. oktober 2024

ÍF-venjarin: - FSF er botnkorrupt

Ólavur Larsen er ógvuliga ónøgdur við handfaringina av uppafturtikna dystinum ÍF-B68. - FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsøgnir, sigur Christian Andreasen og staðfestir, at málið fer víðari

Ólavur Larsen heldur, at FSF ikki hevur grundgevingarnar ella gjøgnumskygni uppá pláss. Forsetin vísir á, at skuldsetingar móti FSF sum heild kunnu vera til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti - leikbann er á breddanum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað sá ikki út til at fara at vera nakað serliga dramatiskt í Fuglafirði fyri tveimum vikum síðani. B68 var á odda 3-1, tá undir tveir minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini. Tað vóru eingin tekin í sól og mána um, at ÍF fór at venda hesum, men brádliga stóð alt stillt í góðveðrinum í Fløtugerði.

Ein áskoðari hjá B68 small um, og tað sá heilt álvarsamt út, tá farið var eftir hjartastartara. Maðurin kom tó fyri seg, sjúkrabilur kom á staðið, men tá hevði Bjarki Danielsen sent liðini inn og sagt: Tað endar 1-3. Ein skeiv avgerð í einari truplari støðu - heimild var ikki til hetta, og tað skapti ávísar trupulleikar.

So varð spurningurin: Hvat skuldi nú gerast?

[object Object]

[object Object]
Ein heilt óvæntað - og ófrættakend - støða í Fløtugerði fyri viku síðani (Myndir: Sverri Egholm)

- Botnkorrupt og mafiatilstandir

Nógv kjak stóðst av hesum. Fyri at gera eina langa og heldur torskilda søgu stutta avgjørdi kappingarnevndin hjá FSF undanfarna mánadag, at dysturin skuldi takast uppaftur í 89. minutti við støðuni 1-3 dagin eftir. Og soleiðis varð.

Fitt varð skrivað úr Fuglafirði um, at hetta ikki var við støði í kappingarreglunum, og um tað at ÍF ikki fekk møguleika at kæra.

Liðini møttu upp týsdagin, spældu samanlagt seks minuttir, og tey trý stigini fóru endaliga til Toftir.

[object Object]
Ólavur Larsen og Bjarki Danielsen til "seinna dystin"  í Fuglafirði. - Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana, sigur venjarin við Portalin (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin hjá ÍF var tó ikki liðugur at geva ilt av sær. Á FM1 og serliga á egnum Facebook-vanga kom hann við nógvum ákoyringum mótvegis FSF - bæði áðrenn og aftaná uppafturtøkuna. Hetta var við einum uppslagi um støðuna og síðani viðmerkingunum undir tí.

Millum annað skrivaði Ólavur Larsen í viðmerkingunum:

- FSF er botnkorrupt. Tað vísir hendan støðan.

Og eisini:

- Tað eru tilstandir sum á Sicilia.

Hetta seinna vísandi til mafiavirksemi.

FSF: - Kann als ikki góðtakast og leikbann skal viðgerast

Talan er um álvarsamar ákærur frá einum venjara í Betrideildini, umboðandi eitt felag sum í roynd og veru "eigur í Fótbóltssambandi Føroya". Ein álitispersónur í felagnum skrivar alment, at siðspilla er í FSF, og at felagskapurin harvið ikki er at líta á, tá tað skal taka støðu í málum.

Tí hevur Portalurin vent sær til Fótbóltssamband Føroya fyri at spyrja um tey hava nakrar viðmerkingar til serliga hesar útsagnirnar hjá Ólavi Larsen ella um málið sum heild. Christian Andreasen er rímiliga greiður og vísir á millum annað umdømið og álit:

- FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsagnir. At ein venjari fyri eitt lið í bestu deildini setur slíkar skuldsetingar móti FSF, er sum heild til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti. Tað er eisini við til at máa støðið undan tí álitið, sum almenningurin má hava á, at virksemið hjá FSF í øllum lutum er óheft frá seráhugamálum.

[object Object]
Christian Andreasen staðfestir, at slíkar skuldsetingar ikki kunnu góðtakast, og at tær eru við at máa støðið undir álitinum á FSF  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

FSF-forsetin vísir víðari til Grein 11 í Vegleiðing um leikbann. Hetta snýr seg um óhøviskan atburð í sambandi við dyst og venjing. Har stendur millum annað soleiðis:

- Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsaði við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um enn longri leikbann ella burturvísing.

Vísandi til hetta fer umsitingin hjá FSF at leggja málið um útsagnirnar hjá ÍF-venjaranum fyri Kappingarnevndina, grundað á omanfyristandandi reglur. Hetta staðfestir Christian Andreasen at enda.

Vantandi grundgevingar og gjøgnumskygni
Júst hvat umstingin ger, og hvat kappingarnevndin ger, er ein av høvuðspunktunum í ónøgdini hjá Ólavi Larsen.

- Eftir viðgerðina, hvørt dysturin skuldi spælast av nýggjum ella takast uppaftur, hevur ÍF spurt, hvør átti avgerðina, og á hvørjum grundarlag hon varð tikin á. Umsitigin vísir til Kappingarnevndina, Kappingarnevndin vísir til umsitingina, og ÍF fær ikki svar uppá hvør hevur verið við á fundi, tá avgerðin er tikin. Tá er heilt galið.

Portalurin hevur vent sær til høvuðsvenjaran hjá ÍF. Vit spurdu millum annað, um tað ikki er ov ógvusligt at nýta orð sum "botnkorrupt" og vísa til "mafiutilstandir", tá tosað/skrivað verður um FSF.

Ólavur Larsen viðgekk, at tað kanska ikki var neyðugt at nýta serliga botnkorrupt á almennum palli.

Samstundis stóð fuglfirðingurin fast við, at málið als ikki var farið rætt fram frá hansara sjónarhornið. Hetta tí at sambært føroysku reglugerðini skuldi dysturin verið spældur umaftur, og at har ikki vóru haldgóðar grundgevingar - sum heild vantar gjøgnumskygni inni í FSF, heldur venjarin:

- Grundgevingarnar fyri uppafturtøku koma tveir tímar undan, at dysturin skal byrja aftur. Og í mínari verð halda tær als ikki. Tað sær út sum, at man bara hevur tikið eina avgerð og so roynt at funnið fordømi uttanfyri landoddarnar. FSF kann tó ikki vísa á eitt einasta dømi í Norðanlondum, sum annars verður víst til í avgerðini. Og sum sagt: Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana Hesar eru orsøkirnar til, at eg nýti orðingina "botnkorrupt".

Har eru bæði dømi í bæði Danmark og Niðurlondum um uppafturtiknar dystir av serligum umstøðum  - ein í Danmark av ógvuliga líknandi orsøkum. Hesar eru tó sum skilst ikki beinleiðis at síggja í grundgevingunum.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kom annars út við nevndari almennari grundgeving, har tað millum annað stóð, at "orsakað av vantandi ásetingum í kappingarreglunum og fordømum er støði tikið í líknandi málum og mannagongdum í grannalondunum". Her snýr tað seg millum annað um, at tað vantar ein partur í ásetingini í § 7, stk. 5. Hon sigur annars, at ein slitin dystur skal spælast av nýggjum - her er tó talan um veðuráseting, vísir FSF á.

Ólavur Larsen sigur til seinast við Portalin, at hann gjarna tekur eitt leikbann fyri hetta málið. ÍF flutti endaliga niður, vegna úrslitið av dystinum móti B68.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2024

31 Leygardagur 12. oktober 2024

TB gjørdi ólógliga útskifting í yvirtíðini

Týdningarmikil sigur móti B71 farna vikuskiftið, men spurningurin er, hvørjar avleiðingar tað fær, at ein fjórði steðgur varð nýttur til útskifting. Talan var um mistak, sum dómaratoymið ikki varnaðist

Heini Ziskason váttar fyri Portalinum, at fýra skiftingar í fýra ymiskum steðgum vórðu framdar við Stóra - hetta er ikki heimild til - og at ein frágreiðing verður send kappingarnevndini hjá FSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stórur fagnaður við Stóra leygardagin, tá TB í triðseinasta umfari spældi seg nærri einari møguligari uppflyting.

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti vann lykladystin móti B71 og er nú frammanfyri júst B71 og AB og á 4. plássi, sum í løtuni gevur upp- og niðurflytingardyst. Eitt stig er upp til 3. plássi, sum gevur beinleiðis uppflyting.

Eftir dystin gjørdist tó greitt, at okkurt var galið við dómaraseðlanum. Sambært honum hevur TB nýtt tríggjar steðgir at gera tríggjar útskiftingar.

[object Object]

Skýggjamynd: fsf.fo - útfrá almennu Comet-skipanini fyri dómaraseðlar

TB gjørdi tó eina útskifting afturat. Eitt lið kann gera upp til fimm útskiftingar í einum dysti, men tað er bert loyvi at skifta út í trimum ymiskum steðgum - umframt í sjálvum steðginum (til tá 2. hálvleikur byrjar)

TB skifti út í 77' minutti og tvær ymiskar ferðir í yvirtíðini. Tað er tann seinna her, í 96' minutti, sum er ólóglig sambært kappingareglunum. 

Hetta er tí, at TB tá longu hevði gjørt tríggjar útskiftingar í trimum ymiskum steðgum. 

Heilt tíðliga noyddist heimaliðið at skifta Rógva Joensen út, tá hesin fekk skaða í høvdið - heilaskjálvta eftir ógvuligsligan samanstoyt. Bartal Einarsson Petersen kom inn, men á listanum stendur hann til at hava spælt. Bartal spældi næstan fullan dyst í 2-1 sigrinum á B71.

Onkursvegna er hendan útskiftingin ikki komin við á almenna dómaraseðilin, 

Tað eru reglugerðir aðrastaðni, sum loyva eyka útskiftingum, tá talan er um skaða í høvdið. Ein slík er ikki í Føroyum - enn í øllum førum.

Eitt umsitingarligt mistak

Markus Thorberg er spælandi venjari hjá TB og tískil ikki á bonkinum. Teir, sum hjálpa honum við útskiftingum, hava ikki varnast hetta. Helst hevur man í "hitanum í yvirtíðini" gloymt, at man skifti út fyrstu ferð heilt tíðliga, og tað longu vóru nýttir tríggir steðgir. Útskiftingin í 96. minutti, sum lítla og onga ávirkan hevði uttan tað at spilla tíð, varð loyvd.

Í 1. deild er eingin 4. dómari. Harvið er tað hjálpardómarin á síðuni, har benkurnir eru, sum hevur høvuðsábyrgdina av útskiftingum saman við høvuðsdómarunum. Hesin hevur helst ikki hugsað um útskiftingina "Rógvi Joensen - Bartal Petersen" seint í dystinum - TB fekk í øllum førum ikki ávaring/áminning um, at hetta var ein ólóglig útskifting.

Tað er eftir dystin, at dómaratoymið hevur varnast tað, og harvið noyðast dómararnir at geva boð til Kappingarnevndina um, at her er okkurt skeivt farið fram. Nakað sum teir, partvíst saman við TB-bonkinum, hava ábyrgd av.

Portalurin hevur vent sær til høvuðsdómaran Heina Ziskason Viðoy og spurt um støðuna.

Altjóða dómarin váttar, at fýra skiftingar í fýra ymiskum steðgum vórðu framdar og at ein frágreiðing verður send kappingarnevndini hjá FSF seinni í dag.

Ógreitt við reglugerð

Portalurin hevur spurt seg fyri í Kappingarnevndini. Tey vita um støðuna, men kanna hana ikki nágreiniliga enn - tí hon sum nevnt ikki er komin á borðið. Tí kann Kappingarnevndin kann ikki staðfesta eitt mistak í verandi løtu.

Hetta er tó nakað, ið tey fara at viðgerða. Talan er um eitt beinleiðis brot á útskiftingsreglurnar - gott nokk nakað sum kann fara í bólkin "smálutir ella bagatell". Spælarin, ið kom inn í 96. minutti, spældi tveir minuttir og nart ikki við bólkin.

Tað kann helst eisini spæla inn, um dómaratoymið beint fram viðgongur sítt mistak í dómarafreágreiðingini.

Einki fordømi er í Føroyum um, at lið hevur framt útskiftingar í fýra ymiskum støðgum - fyriuttan í hálvleikinum. Ilt er at finna nøkur dømi uttanlands, og tað er ikki nakað beinleiðis í kappingarreglunum um hetta.

Tískil er ógvuliga ilt at siga, um talan verður um bót til TB, nýggjan dyst ella onkustaðnum ímillum, um onkur revsing verður. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2024

32 Leygardagur 12. oktober 2024

Tveir minuttir frá trimum stigum

Jann Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð sendu Føroyar mótvegis dreymalandi, men Armenia svaraði aftur tvær ferðir

Jann Benjaminsen fekk møguleikan frá byrjan og skoraði eisini við góðum fluktara (Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

So nær við - og tó. Føroyar vóru á odda tvær ferðir á Tórsvølli hóskvøldið - seinnu ferð til í 92. minutti - men í báðum førum helt tað bert í sjey minuttir.

Føroyska heildaravrikið á degnum var nóg mikið til at fáa stig, og helst eisini trý. Seinasta partin av dystinum fóru Føroyar veruliga eftir sigrinum og millum annað við at skifta Jóannes Bjartalíð, Brand Hendriksson Olsen, Petur Knudsen og Adrian Rúnason Justinussen inn.

Hesir gjørdu mun: Føroyar fóru eftir sigrinum, og fyrstnevndi skoraði. Bjartalíð vann bóltin sjálvur, rak væl, brúkti góðu renningina hjá Peturi Knudsen rætt, og smekkaði bóltin væl í netið til 2-1. Fimm minuttir eftir og stór frøi á Tórsvølli nú ein sigur var í væntu.

Tað gekk tó galið í yvirtíðini, har útiliðið skoraði eftir eina heldur tilvildarliga støðu eftir hornaspark. Stutt áðrenn hevði Jóannes Bjartalíð risa møguleika at økja og avgerða við stútara, men bólturin fór bent uppum. 

[object Object]
Jóannes Bjartalíð kom inn og gjørdi bart. Hetta var fyrsta málið hjá klaksvíkinginum í 2024 yvirhøvur (Mynd: Andrei Antal)

Munurin millum null stig og eitt og eitt og trý kann ofta vera lítil. Hetta prógvaði hesin dysturin.

Føroyar løgdu seg eisini á odda áðrenn steðgin. Hetta var tá Jann Benjaminsen, sum á fyrsta sinni fekk møguleikan frá byrjan, fluktaði bóltin flott í netið. Í 44. minutti javnaði Androrra við beinleiðis frísparki.

Eins og móti Norðurmakedonia: Javnleikur í heimadysti. Nú eru Føroyar eitt stig nærri Lettlandi, sum er eitt stig framamnfyri áðrenn dystin sunnudagin

Sí myndirnar frá dystinum

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10. oktober á Tórsvølli
Áskoðaratal: 1.852

Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)
37' 1-0 Jann Benjaminsen
44' 1-1 Lucas Zalarayán
86' 2-1 Jóannes Bjartalíð
90+3' 2-2 Gor Manvelyan

Lettland - Norðurmakedonia 0-3 (0-1

Støðan: 
1. Norðurmakedonia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

Komandi dystur:

Sunnudagin kl. 19.45: Føroyar - Lettland á Tórsvølli

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

33 Leygardagur 12. oktober 2024

Heidi og NSÍ fóru aftur avstað við steypinum

Víkingur hevði yvirvág og sínar møguleikar fyrstu løtuna, men NSÍ vann at enda 4-1. Triði steypasigur hjá NSÍ seinastu fýra árini

Hattrikk til Heidi Sevdal og meira gullrómur hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fótbóltur er løgin viðhvørt, og tað kann ganga heilt skjótt hvønn vegin. Hvussu øðrvísi hevði hendan finalan ikki verið, um Eydna Dalheim Olsen hevði skorað upp á ein av sínum tveimum risamøguleikum, og um Víkingur hevði fingið nakað ítøkiligt burturúr yvirvágini fyrstu 25 minuttirnar?

Tì Víkingur var greitt omaná hesa løtuna. NSÍ hevði eitt sindur ilt við at fóta sær, og skapti ongan málmøguleika, meðan Víkingur fltutti bóltin væl og hótti fleiri ferðir. Sum nevnt var blaðunga Eydna Dalheim Olsen, ið rann rætt fleiri ferðir, nær við, men Abigail Mensah í NSÍ-málinum stórbjargaði tvær ferðir.

Málverjin úr Gana átti æruna fyri, at NSÍ var í støðu at leggja seg á odda í 28. minutti. Helga Mikkelsen fann væl Heidi Sevdal í Víkinga-brotsteignum, og fekk hon sett fótin á.

[object Object]

[object Object]
Nógvir fagnaður hjá teimum í gul-svørtum stutt fyri hálvleik (Myndir: Sverri Egholm)

Víkings-kvinnurnar, ið ongantíð hevur verið í steypafinaluni áður, fótaðu sær ongantíð heilt aftur í finaluni. Níggju minuttir eftir 1-0 málið søplaðu tær ljósabláu bóltin burtur. Lena Olsen vann hann, tók bóltin væl við sær og við góðari alvering fann Lena Heidi, sum aftur var púra trygg. Víkingur slapp ikki í skiftingarrúmið við hesari støðuni - tær hjá NSÍ vóru eirindaleysar og hildu á at leggja trýst:

Helga Mikkelsen økti, tá hon setti fótin á eftir flott forarbeiði hjá Saru Samson Lamhauge: 3-0.

Sara átti eisini forarbeiði til 4-0 málið, ið kom tíggju minuttir eftir steðgin og var ógvuliga flott. Rak seg fría, legði bóltin flatt innfyri til eina púra fría Heidi Sevdal, sum við hælinum staðfesti sítt hattrikk.

Heidi gjørdist eisini dagsins spælari. 35-ára gamli málrevurin var aftur dystaravgerandi, og sum heild var NSÍ-avrikið stutt fyri steðgin og stutt eftir steðgin krútsterkt. Ein uppiborin sigur til liðið, sum kendi sína vitjunartíð. Nú fer NSÍ eftir greipuni.

Innskifta Hanna Isaksen Højgaard minkaði um munin fyri Víking - dysturin doyði eitt sindur seinasta hálva tíman.

Steypafinalan hjá kvinnum 2024 
Leygardagin 5. oktober

Víkingur – NSÍ 1-4 (0-3)
28' 0-1 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
37' 0-2 Heidi Sevdal (Lena Olsen)
42' 0-3 Helga Mikkelsen (Sara Samson Lamhauge)
56' 0-4 Heidi Sevdal (Sara Samson Lamhauge)
82' 1-4 Hanna Isaksen Højgaard (Lea Lisberg)

Fleiri myndir frá dystinum her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2024

34 Leygardagur 12. oktober 2024

B71 hevur vunnið greipuna

Stórt ár hjá felagnum av Sandoynni í U21-deildini. 4-0 sigur á HB mánakvøldið, samstundis sum B36 tapti, tryggjaði B71 føroyameistaraheitið

Steypagull í síðstu viku og nú føroyameistarar. B71 hevur vunnið allar dystirnar í FM-endaspælinum higartil, og talan er um fyrstu greipuna á dreingja/manssíðuni hjá B71 (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undanfarna hóskvøld vunnu teir steypafinaluna móti ÍF eftir dramatiska brotssparkskapping frammanfyri stórari og spentari áskoðarafjøld á Tórsvølli.

Tað var stórt fyri B71 og Sandoynna, at U21-dreingirnir lyftu Thomas Dam Intersport-steypið, og tá varð staðfest, at farið varð eftir greipuni. Hon er nú komin í hús.

Sí eisini: U21: B71 sigraði eftir brotssparkskapping

B71 lá so mikið væl fyri undan næstseinasta umfari, at við sigri á HB og "røttum úrsliti" í Klaksvík, har kappingarneytarn B36 vitjaði, kundi tað koma í hús.

Sandoyingar gjørdu sítt við 4-0 sigri á HB, har trý av málunum komu innan seinastu tíggju minuttirnar. Jónatan Kjærbo skoraði tvey mál, og Óli á Reynatúgvu og Jónatan F. Petersen skoraðu hvør sítt.

Tà boðini komu úr Klaksvík um, at KÍ hevði vunnið 3-0 á B36, við hattrikki hjá Jóan Petur Samson Jónsson, kundi FM-fagnaðurin av álvara byrjað Inni í Dal: Nú kann eingin fáa B71 aftur.

[object Object]
Eitt steyp afturat tryggjað á Sandi (Mynd: B71)

B71 hevur vunnið allar dystirnar í FM-endaspælinum higartil. Talan er um fyrstu greipuna á dreingja/manssíðuni hjá B71, boðar felagið frá. Flott kappingarár og tað boðar frá góðum til framtíð felagsins.

Besta liðið stríðist framvegis um uppflyting til Betrideildina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

35 Leygardagur 12. oktober 2024

Rakul Sørensen fingið A-landsliðsboð á fyrsta sinni

Unga víkingakvinnan er millum tær 22, ið skulu við til Baltic Cup seint í mánaðinum. Talan er um seinastu uppgávuna hjá A-landsliðnum við kvinnum í ár

Sara Samson Lamhauge og Rakul Sørensen í steypafinaluni leygardagin, har Sara var flúgvandi og NSÍ vann 4-1 á Víkingi. Rakul, við góðu teknisku dygdunum og spælskilinum, skal nú við A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin 24. oktober skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá fyrri av tveimum dystum í Baltic Cup 2024 er á skránni. Føroyar leggja fyri ímóti Lettland, meðan seinni dysturin verður sunnudagin 27. oktober. Mótstøðulandið verður annaðhvørt Estland ella Litava - í dysti um gullið ella bronsuna í venjingarkappingin. 

Kappingin er skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verður finalan og dysturin um 3. plássið.

Hetta er í sambandi við, at hópurin til dystirnar síðst í mánaðinum er almannakunngjørdur.

[object Object]
Signe Pries Andersen hevur tikið hópin út saman við Tummasi Erling Djurhuus, sum hevur sínar seinastu uppgávur sum hjálparvenjari hendan mánaðin (Mynd: Sverri Egholm)

Signe Pries Andersen hevur tikið liðið út. Millum tær, ið standa á listanum hjá venjaranum, er Rakul Sørensen úr Víkingi.

- 19 ára gamla víkingskvinnan hevur roynt seg á fleiri ungdómslandsliðum, og hóast sín unga aldur, hevur hon drúgvar royndir í fremstu deildini, har hon er skrásett fyri 88 dystir og 24 mál. Og nú sær also út til, at hon møguliga fer at fáa sín elddóp á A-landsliðnum.

Føroyar vunnu tríggjar av teimum seks dystunum í EM-undankappingini fyrr í ár. Millum annað eydnaðist at basa Montenegro á Tórsvølli.

Hópurin:
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36
Gunnvá Lutzen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Fridrikka Klementsen, HB
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Vikingur

Skráin
24. oktober: Føroyar – Lettland (klokkan 17)
27. oktober: Føroyar – Estland ella Litava (klokkan 10 ella 18)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2024

36 Leygardagur 12. oktober 2024

VÍF vann seinna dystin í Italia

Fríða Nolsøe Olsen var við 13 málum heilt stóri spælarin í 27-26 sigrinum á Jomi Salerno. Tapið í fyrra dystinum var tó so greitt, so italska liðið fer víðari í European Cup

Fríða Nolsøe Olsen skoraði samanlagt 20 mál móti Jomi Salerno - VÍF spældi sum heild tríggjar fínar hálvleikir, men fyrri hálvleikur í fyrra dysitinum kostaði (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

VÍF-kvinnurnar høvdu farna vikuskiftið sín elddóp í evropeiskum hondbólti. Menninir fóru aftur á evropeiska pallin, og í ár hava kvinnurnar úr Vestmanna roynt seg - eins og til seinna umfarið hjá monnum í fjør var talan um italska mótsstøðu, og eins og tá var mótsstøðan úr suðurevropeiska landinum omaná.

VÍF fekk ikki nakað serliga gott lutakast til 2. umfar í European Cup, ið var tað, sum tær stigu inn í. 

Av fíggjarligum og praktiskum orsøkum varð eisini avrátt, at báðir dystirnir móti Jomi Salerno skuldu spælast í Italia. Fyrri dysturin var á skránni fríggjakvøldið, og tann seinni varð spældur leygardagin.

Ingi Olsen segði við Kringvarpið áðrenn, at hetta var eitt mótsstøðulið, ið var frammanfyri í kropsligari styrki, og har vóru millum annað onkrar við fortíð í bestu donsku deildini við.

Italska deildin er eisini at meta sum nakað sterkari enn tann føroyska, og í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum var stórur munur. Tað var 20-12 til Jomi Salerno í steðginum - í 2. hálvleiki fekk VÍF verjupartin at eydnast, og tað endaði 27-21.

[object Object]
VÍF-hópurin. Tað byrjaði ikki væl í Italia - men tað endaði væl. Royndirnar frá hesum evropeisku dystunum kunnu takast víðari (Mynd: Andrei Antal / VÍF)

Fríða gekk á odda í góðum sigri

Harvið vóru fyritreytirnar fyri at koma víðari ikki góðar hjá teimum í gulum og bláum. 

VÍF reisti seg tó til seinna dystin, sum var ógvuliga tættur. Eina løtu í seinna hálvleiki var heimaliðið á odda við fýra málum, men útiliðið var omaná seinastu tjúgu minuttirnar. 

Tað var Agnas Funn, sum avgjørdi fyri VÍF í seinasta álopinum við máli til 27-26. 

Annars var tað vinstri bakkurin Fríða Nolsøe Olsen, sum vísti seg best fram - í øllum førum í álopsspælinum. Hon skoraði samanlagt tjúgu av teimum 48 málunum hjá vestmannakvinnum um vikuskifti, harav 13 í gjár. 

21-ára gamla Fríða fekk sínar fyrstu veruliga A-landsliðsminuttir í Slovakia undanfarna vikuskiftið, og nú gekk hon á odda við málskjótingini hjá VÍF í Italia.

VÍF er úti, men helst var nógvur góður lærdómur í dystunum móti Jomi Salerno. Eftir sigur á EB mikukvøldið, hevur VÍF hevur fult stigatal fyri tríggjar dystir í SMS-deildini.

European Cup, 2. umfar
Fríggjadagin 04. oktober
Jomi Salerno - VÍF 27-21 (20-12)

Leygardagin 05. oktober
Jomi Salerno - VÍF 26-27 (15-14)

Samanlagt: 53-48 (Jomi Salerno víðari til 3. umfar)

H71 kemur inn í kappingina í næsta umfari.

Kvinnurnar hjá H71 spæla tveir dystir í hesi kappingini móti Cyview Developers Latsia frá Kýpros hetta vikuskiftið.

Báðir dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi. Hin fyrri í kvøld og hin seinni sunnukvøldið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2024

37 Leygardagur 12. oktober 2024

SÍ vann lættliga á Mjølni

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): SÍ - Mjølnir 3-1 (25-14, 25-16, 14-25, 25-13)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hóast Mjølnir flongdi SÍ í triðja setti, so sigur tað ikki nógv um dystin sunnudagin, sum SÍ vann uttan himpr.

Eftir 25-14 í fyrsta setti, hevði SÍ ikki minni enn 15 settbóltar í øðrum setti, men tær í Mjølni vóru knáar hesa løtuna, tí tað var ikki fyrr enn við tí áttanda settbóltinum, at SÍ endiliga tryggjaði sær settið 25-16.

Góða gongdin hjá Mjølni helt fram, og SÍ fekk ein ordans avsmurning upp á 25-24 í næsta settinum.

SÍ kom tó aftur á beint í fjórða setti og legði seg á odda 10-3 áðrenn settið var vunnið 25-13.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Fleyr 6 stig
SÍ 6 stig
Mjølnir 3 stig
TB 3 stig
KÍF 0 stig
Dráttur 0 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

38 Leygardagur 12. oktober 2024

SÍ var eirindaleyst ímóti Mjølni

Polestar-deildin (menn): Mjølnir – SÍ 0-3 (17-25, 13-25, 18-25)

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Eftir at tað hevði leikað javnt á til 10 í fyrsta setti, gjørdi gjørdi SÍ eitt skarvslop og fór frá 11-10 upp á 19-12, og so var hetta settið komið undir land.

Í øðrum setti dragnaði alt fyri eitt millum liðini, og SÍ legði seg á odda 11-5 og 15-7, áðrenn settið varð vunnið 25-13.

Sama gongdin var frá byrjan í triðja setti, har SÍ legði seg á odda 6-1 og 8-3, men Mjølnir gjørdi ein vørr og minkaði um munin niður í bara eitt stig og kom upp á 9-10. Tað var tó til fánýtis, tí SÍ táttaði í aftur og fór framum 13-9 og 17-11, áðrenn settið var vunnið 25-18.

Annar av nýggju kanadiarunum hjá Mjølni, leikandi venjarin Michael Rowsell, var við fyri fyrstu ferð, men í gjár gjørdi hann ikki tær heilt stóru skreytirnar, men tað gjørdi fáur á Mjølnir-liðnum, sum annars var væl mannað, tó at Jóhan Arni Elisson Wang ikki var við.

SÍ var nógv sterkari á øllum plássum sunnudagin, og verður uppaftur sterkari, tá polendingarnir Matt Pazgan og Jakub Madej eru tøkir. Men helst býr meira í Mjølni, enn tað vit sóu í hesum dystinum, og liðið hevur góða tíð at finna tað fram til næsta dyst, tí hann verður ikki fyrr enn 3. november, tá Mjølnir vitjar í Fuglafirði.

Fleyr – Ternan 3-0 (25-13, 25-16, 25-14)

Tað tók undir ein tíma hjá Fleyr at vinna 3-0 á Ternuni, sum bara í lítla løtu í øðrum og triðja setti megnaði at geva eitt sindur av mótstøðu.

Í fyrsta setti legði Fleyr seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-13. Í øðrum setti fylgdi Ternan so dánt við fyrstu løtuna, so tað var ikki verri enn ilt, men so líðandi vaks munurin úr fýra, fimm upp í tey níggju, sum vóru á muni, tá settið endaði 25-16.

Í triðja setti var Ternan komin upp á javnt til støðuna 7-7, men alt fór fyri mutur og skutur, tá Fleyr gjørdi eitt hál upp á 10 stig á rað og legði seg á odda 10-7. At enda vann Fleyr 25-14.

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 6 stig
Mjølnir 6 stig
Fleyr 5 stig
ÍF 1 stig
Ternan 0 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

39 Leygardagur 12. oktober 2024

Bridge: Árni M. Dam og Marner Joensen vunnu FM fyri veteranar

Leygardagin 5. oktober varð føroyameistarakapping fyri veteranar, har 10 pør luttóku

Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina við 218,5 stigum
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyameistarakappingin fyri veteranar varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. oktober. Sum heitið ber boð er kappingin ætlað spælarum ið hava nátt ein ávísan aldur, og varð treytin fyri at luttaka í kappingini at spælarar vóru føddir í 1961 ella áðrenn.

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru níggju umfør á fimm spøl og sostatt 45 spøl í alt.

Fyrstu trý umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans átta stig á muni millum sjey tey fremstu pørini, har ávikavist Marjun Restorff & Mads Guttesen og Árni M. Dam & Marner Joensen lógu í oddinum.

Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen og Henriette Svenstrup & Jórun Johannesen.

Tá leið móti endanum vóru tað serliga Árni M. Dam & Marner Joensen og Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen ið dystaðust um oddasessin, og endaliga úrslitið gjørdist at Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina við 218,5 stigum, meðan Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen vunnu sær annaðplássið við 212,5 stigum. Triðjaplássið vunnu Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen sær við 180,0 stigum.

Úrslitið gjørdist hetta:

Árni M. Dam – Marner Joensen 218,5 stig
Carl Mikkelsen – Arnbjørn Sivertsen 212,5 stig
Jákup Hjaltalin – Hans Jacob Petersen 180,0 stig
Marjun Restorff – Mads Guttesen 179,8 stig
Henriette Svenstrup – Jórun Johannesen 179,3 stig
Valborg Rasmussen – Jón Rasmussen 170,5 stig
Annika Olsen – Justinus Olsen 170,3 stig
Oddmar Danielsen – Ingibjørg Dam Hansen 168,8 stig
Salomon Johansen – Zakaris Joensen 163,5 stig
Danny Danielsen – Tordis Johannesen 157,0 stig

[object Object]
Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina, Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen endaðu á øðrum plássi, og triðjaplássið fingu Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen

Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri blandað pør, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2024

40 Leygardagur 12. oktober 2024

- Skal ongantíð vera nakar ivi um nær landsdystur er

Nýggi samskiftis- og marknaðarleiðarin hjá FSF er farin til verka. - Landsliðsspælarar skulu vera sjónligir millum fólki, og vit vóna at fáa so nógv fólk sum gjørligt á Tórsvøll, sigur Brynhild Absalonsen

- Seinasti heimadystur var ein leygardag klokkan tvey. Tá er ofta trupult at møta til dyst - tað síggja vit eisini í Betrideildini. So við serliga tí í huga, eru vit væl nøgd við at yvir 2.000 fólk vóru á Tórsvøll.Savnsmynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Seinasti heimadystur var ein leygardag klokkan tvey. Tá er ofta trupult at møta til dyst - tað síggja vit eisini í Betrideildini. So við serliga tí í huga, eru vit væl nøgd við, at yvir 2.000 fólk vóru á Tórsvøll.

Hetta sigur Brynhild Absalonsen við Portalin. Hon er lutfalsliga nýggj í starvinum sum samskiftis- og marknaðarleiðari í FSF - talan er um eitt nýtt starv Fótbóltssambandinum. 

Seinast var Norðurmakedonia á vitjan hjá manslandsliðnum. Talan er ikki um eitt mótstøðulið, sum av sær sjálvum dregur nógvar áskoðarar. 

Sum heild er áskoðaraáhugin til A-landsdystirnar hjá monnum ikki heilt so stórur nú, sum fyri nøkrum árum síðani. Gamaní vóru ikki nógv fleiri enn 2.000 fólk í miðal til seinastu Nations League-dystirnar, men annars hava tað sjáldan verið undir 3.000 áskoðarar til dyst hjá Føroyum á Tórsvølli seinastu mongu árini.

Tí spurdu vit Brynhild, hvussu tey sóu upp á støðuna, og um nakað øðrvísi verður gjørt hesaferð, nú Føroyar hava tveir týðandi heimadystir. 

- Sjálvandi vilja vit hava so nógv fólk sum gjørligt á Tórsvøll. Vit arbeiða útfrá tí, at tað skal ongantíð vera nakar ivi um, nær landsdystur er á skránni. Vit fóru av álvara í gongd at marknaðarføra dystin móti Armenia mánadagin. Tað kann tykjast seint, men í føroyska samfelagnum er tað so, at fólk vanliga ikki eru skjótt úti og keypa.

Fáa landsliðið tættari at fólkinum
Marknaðarleiðarin staðfestir, at veður og úrslit altíð spæla inn - ting sum hon ikki fær stýrt. Ofta er tað eisini so, at nógv av teimum somu fólkunum møta upp til landsdyst. Hesar dagarnir verða serliga sosialu miðlarnir og skermar ymsastaðni nýtt at lýsa við.

Brynhild Absalosen vísir eisini á, at átøk verða gjørd fyri at fáa manslandsliðið "út til fólk". Í sambandi við síðsta heimadyst - tíðliga í september - vóru spælararnir á vitjan á Rásini í Saltangará og á Skúlanum á Trøðni í Havn. Leygardagin (í dag, -red.) verður talan um almenna vitjan í SMS við autografum og øðrum.

- Tað var týðiligt, at næmingarnir og spælararnir vóru ógvuliga glað fyri hetta. Tað gevur nakað. Hesa vikuna hava vit gjørt avtalu við SMS. FSF er á Torginum frá klokkan 10, og nógv virksemi er á skránni; spøl og søla. Klokkan 15 koma landsliðspælarar á vitjan og verða teir í ein tíma og skriva autografar og heilsa uppá, sigur Brynhild Absalonsen at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2024

41 Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Vestmanna kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 13. oktober klokkan 11 verður konfirmatión í Vestmanna kirkju. Prestar eru Maria Summers Nolsøe og Ólavur Eysturdal.

Tey, ið verða fermd eru:

Bjarta Tjørná, Grótbrúgv 1,. Dagurin verður hildin heima í Grótbrúgv 1, opið hús frá kl. 17

Jóna Sólgerðardóttir Patursson, Flatnavegur 7,. Dagurin verður hildin heima á Flatnavegi 7, opið hús frá kl. 16

Sára Hjørleifsdóttir, Fjalsvegur 32,. Dagurin verður hildin heima á Fjalsvegi 32, opið hús frá kl. 17

Arina McGavin Haldansen, Heygalíð 13,. Dagurin verður hildin á Fjørðukrónni, opið hús frá kl. 15.

Lea Jóhansdóttir, Flatnavegur 2,. Dagurin verður hildin á Miðnámi, opið hús frá kl. 16

Kristian Kambskarð Joensen. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum, opið hús frá kl. 14.

Lukas Kambskarð Joensen. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum, opið hús frá kl. 14.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2024

42 Leygardagur 12. oktober 2024

Video: - Eg síggi nógv fantastiskt í Andriasi

Odmar Færø gleðist um samstarvið við væl yngri toftamannin. Royndi verjuspælarin gleðist eisini um at vera aftur. - Vinna vit nú, so kann alt vendast á høvdið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg var ikki varugur við, at tað er so langt síðani, at vit vunnu ein dyst.

Portalurin nevndi seinasta kappingarsigurin fyri Odmari Færø, tá vit spurdu roynda miðverjan um gongdina.

Sigurin var 25. september 2022 móti Turkalandi á Tórsvølli. Hetta var seinasta umfar í seinastu Nations League, har Føroyar høvdu fleiri flott avrik.

Talan er um ein "opnan bólk", staðfestir Odmar Færø. 34-ára gamli miðverjin hevur spælt 58 landsdystir men ongan í ár. Sterki KÍ-miðverjin er tí eyka glaður og spentir at vera við hesaferð - hann hugsar ikki um tað at tað er eyka trýst á at fáa stig: - Man vil altíð avrika á landsliðnum.

Vit fingu eisini Odmar at seta orð á Andrias Edmundsson, sum hann helst skal spæla undir liðuni á. Samuel Chukwudi byrjaði inni báðar dystirnar seinast, men hann er sjúkur. Hørður Askham er skaddur - Gunnar Vatnhamar verður so at siga ikki nýttur sum miðverji á landsliðnum.

Føroyar og Armenia spæla hósdagin klokkan 19.45.

Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Sí myndir og les um støðuna í hópinum her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2024

43 Leygardagur 12. oktober 2024

Stórfavorittarnir avgjørdu heilt móti endanum í Føroyum

Olaf Bárðarson legði Føroyar á odda beinanvegin við beinleiðis hornasparki, og heimaliðið stríddist fyrimyndarliga. Portugal skoraði tó tvær ferðir seinastu tríggjar minuttirnar

Føroyingar gjørdu tað trupult hjá portugisisku favorittunum í kuldanum í Klaksvík. Eftir føroyska leiðslu og kavarok gekk tað tó til endans hjá oddaliðnum í bólkinum (Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U21-landsliðið var ógvuliga nær við at skapa eitt heilt stórt úrslit í kuldanum í Klaksvík tíðliga í gjárkvøldið. Greiða oddaliðið í bólkinum, við nógvum spælarum á stórum addressum í Evropa og við høgum peningaligum virði, var heilt nær við ikki at fáa trý stig við móti stríðsfúsu føroyingunum.

Heimaliðið loypti hvøkk á beinanvegin: Olaf Bárðarson vann hornaspark, og sendi tað sjálvur beinleiðs í portugisiska málið. Ikki gott málmansspæl, men snilt og flottt av gøtumanninum. 1-0 til Føroyar eftir tveir minuttir.

Heini Fossdalsá Sørensen hevði eisini ein góðan møguleika seinna í fyrra hálvleiki - hetta var eftir, at júst Olaf spældi hann frían.

Annars vóru Føroyar rárir gestir á portugisiski hálvuni. Útiliðið hevði bóltin heilt nógv, og rakti millum annað stongina tvær ferðir. Fleiri ferðir vóru fleiri føroyingar í brotsteignum og vardu fyri, og Ari í Haraldsstovu Petersen átti nakrar bjargingar.

Kavi órógvaði, portugisar sóu ikki út til at kenna seg so heilt væl í føroyska kuldanum, men í 38. minutti kom hol í múrin. Eftir gjøgnumbrot í høgru, endaði bólturin heldur tilvildarliga hjá Fabio Silva, og Las Palmas-spælarin, sum Wolves hevur keypt fyri yvir 200 milliónir krónur og síðani leigað út, skoraði.

Stutt seinni sendi Silva Heina Sørensen á sjúkrahús við at sveiggja albogan beinleiðis, og hann burdi fingið sítt seina gula nakrar minuttir seinni fyri líknandi brot.

[object Object]Fabio Silva nýtti albogan at senda Ása Dam í svørðin. Dýri vongurin og fyrsti málskjúttin hjá Portugal fekk ikki sítt seinna gula kort her - hann varð skiftur út í steðginum (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]Nógvur kavi kom niður seinastu løtuna, og neyðugt varð at nýta appelsinlittan bólt í nakrar minuttir (Mynd: Andrei Antal)

Portugal hevði bóltin so at siga allan 2. hálvleik, men longur var millum spentu støðurnar. Í 87. minutti var Gabriel Bras tó púra fríur í sambandi við hornaspark, og kundi ótarnaður stúta bóltin í føroyska netið.

Ein beiskur biti, og tveir minuttir seinni smekkaði Paulo Bernardo bóltin upp í longra málhornið. Eitt stórt stig glapp Føroyum av hondum, men avrikið - serliga í verjustøðu - var sterkt.

Seinasta uppgáva í undankappingini verður týsdagin á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjar. Føroyar kunnu tryggja sær 4. plássið í bólkinum við at vinna á Hvítarussum aftur - ella spæla javnleik.

Sí myndirnar frá dystinum her

U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
Føroyar - Portugal 1-3 (1-1)
03' 1-0 Olaf Bárðarson
38' 1-1 Fabio Silva
87' 1-2 Gabriel Bras
89' 1-3 Paulo Bernardo

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam (83' Emil Joensen), Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Heini Fossdalsá Sørensen (43' Beinir Nolsøe), Aron Jarnsskor Ellingsgaard (83' Bergur Poulsen), Noah Mneney, Olaf Bárðarson (75' Leivur Guttesen) - Jørgen Nielsen (75' Ejvind Mouritsen)

[object Object]Teir fyrstu ellivu (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]
Umfram Heina Sørensen, ið helst fekkheilaskjálvta, noyddust Jørgen Nielsen og Ási Dam út við skaðum (Mynd: Andrei Antal)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

44 Leygardagur 12. oktober 2024

- Geva alt vit kunnu

Ari í Haraldsstovu Petersen var fegin um verjuavrikið hjá Føroyum móti Portugal, men málverjin á U21-landsliðnum var ógvuliga vónbrotin um, at Portugal avgjørdi eftir hornaspark í 87. minutti

Ari Petersen hevði ongan møguleika, tá skotið varð á mál í 89. minutti. Hetta var málið til 3-1. - Deiligt at spæla aftur í dag...um vit fáa trý stig týsdagin, so eru vit í øllum førum rímilga væl nøgdir við hesa undankappingina (Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit geva alt, vit kunnu. Eru greiðir yvir at vit fara inn til ein truplan dyst, men tá hann gongur, sum hann gongur.... vit skora fyrst og liggja til fáa stig fram til 87. minutt. Tá er man ógvuliga vónbrotin aftaná

Ari í Haraldsstovu Petersen suffaði eitt sindur í spælaragongdini stutt eftir U21-landsdystin móti Portugal á Djúpumýru í gjárkvøldið. Føroyar vóru so nær við at skapa ein skelk móti einum av sterkastu evropeisku ungdómslandsliðnum. Tað eydnaðist leingi hjá málverjanumat standa ímóti. Men eitt horna seint í dystinum gav 1-2 málið:

- Vit megnaðu væl at standa ímóti innleggum, og fingu høvdið á ta mesta. Men tað var eitt rímilga bleytt hornaspark, sum fór uppum ein "sonuspælara" hjá okkum. Og so var ein hjá teimum bara púra fríur. 

- Men hvat var tað annars, sum eydnaðist so væl í verjustøðu móti so sterkum liði, sum ger, at Føroyar liggja til at fáa stig í 86 minuttir:

- Tað eydnast væl at standa tættir og kompaktir. Portugsiar sleppa ikki ordliga at spæla ímillum okkum, men meira eitt sindur úti í síðuna og so koma teir til nøkur innlegg. Men sum sagt: Tá eru vit fyri í allarflestu førinum - fáa høvdið á og so framvegis.

Síðani 21-ára gamli málverjin úr Sørvági skifti til KÍ síðsta vetur, hevur Ari Petersen bert spælt fimm dystir í Betrideildini. Nú stóðu spælarar fyri hundraðtals milliónir og úr stórum evropeiskum deildum hinumegin á Djúpumýru - har hann vanliga venur og millum annað spælir við 1. deild - og royndu at skora móti Ari og hinum føroyingunum.

- Sjálvt um eg ikki havi spælt so nógv í Betrideildini í ár, so er kenslan góð og trygg at spæla í dag. Man kennir allar viðspælararnir væl, og tað hjálpir væl. So tað er deiligt at spæla aftur.

Seinasta uppgávan hjá Ari og teimum á U21-landsliðnum er týsdagin á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjar. Føroyar vunnu móti teimum í fjør - í ár hevur liðið ikki fingið stig: 

- Um vit fáa trý stig týsdagin, so eru vit í øllum førum rímilga væl nøgdir við hesa undankappingina, staðfestir Ari at enda fyri Portalinum.

U21 EM-undankapping - seinasta umfar
Á Tórsvølli, týsdagin 15. oktober
17.00: Føroyar - Hvítarussland

Støðan: 

Portugal 24 stig
Kroatia 19 stig
Grikkaland 17 stig
Føroyar 7 stig
Hvítarussland 6 stig
Andorra 3 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

45 Leygardagur 12. oktober 2024

H71-kvinnurnar skulu knógva mótsstøðu av Kypros á Hálsi

Spæla í kvøld og sunnukvøldið klokkan 19. H71 hevur áður fingið góð úrslit í European Cup

Elsa Egholm er ein av teimum, sum hevur spælt nógvar evropeiskar dystir. Landsliðsspælarin sigur við síðuna hjá H71, at hesir evropeisku dystirnir eru nakað serstakir - og at H71 hevur góðan møguleika (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku vóru tað VÍF-kvinnurnar sum royndu seg - nú eru tað hoyvíkskvinnur. 

Av tí at H71 áður hevur spælt í European Cup - og eisini staðið seg væl - so byrjar liðið í 3. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini.

Har skal H71 spæla móti Cyview Developers Latsia av Kypros - eitt lið sum man metir, hoyvíkskvinnur hava góðan møguleika ímóti.

Tað hjálpir eisini, at dystirnir verða spældir í Føroyum. H71 boðar frá, at báðir dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi.

Tann fyrri verður í kvøld klokkan 19. Tann seinni byrjar eitt samdøgur seinni - sunnukvøldið klokkan 19.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, og andlitsmáling byrjar klokkan 18 í høllini á Hálsi, boðar H71 frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

46 Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Rituvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Rituvíkar kirkju sunnudagin klokkan 11. Meinhard Bjartalíð er prestur

Konfirmantarnir eru:

Malan Joensen, Runavík. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin

Eva Julieth Salberg Olsen, Saltangará. Dagurin verður hildin í “Gott”

Armgardt Vón Jónsdóttir, Glyvrar. Dagurin verður hildin í Hæddini

Andrea Acol Velasco, Runavík. Dagurin verðir hildin á Heiðavegi 84

Noomi Kensdóttir Olsen, Rituvík. Dagurin verður hildin í Bátafelagnum á Bakka frá kl. 16.

Vivia Lind Magnusardóttir, Saltangará. Dagurin verður hildin á Nýggjavegi 9

Bryndis Sigridardóttir Dalsgaard, Saltangará. Dagurin verður hildin í Eldrafelagnum Nón

Sára Bogadóttir Brekku, Saltangará. Dagurin verður hildin í Fríðrikskirkjuni

Jákup Hammer Henriquez, Runavík. Dagurin hildin á Vesturskin, Toftir.

Dennis Pauli Holmsund Jeremiassen, Saltangará. Dagurin verður hildin í barnagarðinum í Søldarfirði

Brandur Jansson Højgaard, Norðurhædd 25, Saltangará

Elias Búason Jensen, Leitisvegur 32, Saltangará

John Olaf Olsen, Rituvík. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum frá kl. 16

Dávid Lennason Højgaard, Mýravegur 5, Runavík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

47 Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Nú sunnudagin 13. oktobur kl. 11 verður konfirmatión í Argja kirkju. Prestur er Derhard Jógvansson.

Konfirmantarnir eru hesir: 

Anna Sofía Dáviðsdóttir Skála, Leitisgøta 21, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Bastian Arge, Heiðatún 5. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá klokkan 14.

Benjamin Kruse Niclasen, Maritugøta 29, Hoyvík. Dagurin verður hildin millum Horna 6.

Finn Erhard Dansson, Rossagøta 4, Argir. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, frá klokkan 16.

Jóhan Johannesen, Skemmingsgøta 25. Dagurin verður hildin í AB húsinum, Reynsgøta 2, frá klokkan 15.

Levi Alexson Hvíthamar, Ryggsgøta 22, Argir. Dagurin verður hildin í Øksnagerði 1 frá klokkan 16.

Lukas Egholm Niclasen, millum Horna 6.

Petsy Káradóttir Nielsen, Reynsgøta 17, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Poula Ákadóttir Ellendersen, Reynsgøta 25, Argir. Dagurin verður hildin í Argja Kirkju frá klokkan 16.

Rói Neshamar Thomassen, við Klingurstjørn 44.

Viggo Hilig Olsen, Argjavegur 47, Argir. Dagurin verður hildin í KFUM, Hoydalsvegur 6, frá klokkan 14 til 20.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2024

48 Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin, 13. oktober, kl. 11 verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn. Konfirmantarnir eru hesir:

Aleksandra Arge, Kongsgil 26. Dagurin hildin í Jónas Broncksgøtu 17, frá kl. 17.

Vivia Magnadóttir Brøðraberg, Gundadalsvegur 26. Dagurin hildin í Sjóndepilinum, Íslandsvegur 10 A, frá kl. 16.

Bjartur Dahl-Olsen Vesturgøta 12. Dagurin hildin í Felagshúsinum í Stóragerði frá kl. 16.

Niclas Jóhann Persson, Eirikstoft, Undir Heygnum 35. Dagurin hildin frá kl. 17.

Elia Enghamar, Stóragerði 12. Dagurin hildin á Hotel Brandan frá kl. 16.

Andrew Fríði Højgaard Hansen, J.C. Svabosgøta 26. Dagurin hildin í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag, Bryggjubakki 20, frá kl. 16.

Johan Lisberg Højgaard, Kálvagerði 12. Dagurin hildin í Smiðjugerði 1 frá kl. 14.

Elias í Soylu, Landavegur 64. Dagurin hildin frá kl. 16.

Teitur Dam Jacobsen, Stoffalág 33 A. Dagurin hildin í Frelsunnarherinum frá kl. 14.

Marjun Elisabeth Jansdóttir, Hannugøta 3, Argir. Dagurin hildin frá kl. 16.00.

Harry Tindskarð Jensen, Sallingsundvej 8, st., th., 9220 Aalborg. Dagurin hildin í Odd Fellow frá kl. 14.

Tóra Maria Patursson Midjord, Havragerði 4. Dagurin hildin í hølunum hjá Starvsfelagnum frá kl. 16.

Elisa Hentze Niclasen, Heygsvegur 12. Dagurin hildin í Kiwanis, kjallarin, Jøkulstræti 4, frá kl. 16.

Fríða Rubek Nielsen, Niels Finsinsgøta 25. Dagurin hildin frá kl. 17.

Eva Kjelnæs Patursson, Á Heygnum Mikla 13. Dagurin hildin í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, Tinghúsvegur 7 (inngongd frá Bøkjarabrekku) frá kl. 17.

Jóhanna Askham Trolle, Stoffalág 6. Dagurin hildin í MEGD, Íslandsvegur 10 C, frá kl. 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2024

49 Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Skála kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 13. oktober klokkan 11 verður konfirmatión í Skála kirkju. Símun Persson Jacobsen er perstur

Hesi verða fermd í Skála kirkju 13. oktober:

Lilja Vón Báraldsdóttir – Heygsvegur 14, Strendur. Dagurin verður hildin í Bygdahúsinum frá kl. 15.

Stefan Jacobsen – Heygsvegur 4, Strendur.

Aron Allansson Poulsen – Hálsatjørn 6, Strendur. Opið hús frá kl. 16.

Brá Djurhuus Poulsen – Strandatún 18, Strendur. Dagurin verður hildin í Stranda skúla frá kl. 17.

Hugin Hilmar Højgaard – Skálavegur 252, Skála. Dagurin verður hildin í Bygdasalinum í høllini á Skála frá kl. 16.

Ben Oliver Dulavík Berg – Hórheiðar 40, Skála. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl. 16.

Rósa Pauladóttir – Hórheiðar 8, Skála. Opið hús frá kl. 16.

Petra Poulsen – Hórheiðar 20, Skála. Opið hús frá kl. 16.

Fríðfljóð Lena Kristmundsdóttir – Dalabøur 20, Skála. Opið hús frá kl. 17.

Amelia Gudrun Nolsøe Elinardóttir - Stallagøta 5, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Losjuni í Gøtugjógv frá kl. 16.

Nora Christiansen – Skálavegur 229, Skála. Dagurin verður hildin í Skála skúla frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2024

50
Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Christianskirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 13. oktober kl. 11 verður konfirmatión í Christianskirkjuni í Klaksvík. Prestur er Marjun Lómaklett.

Konfirmantarnir eru hesir:

Petra í Króki Eliasen. Vælkomst verður í kirkjukjallaranum frá kl 16.

Aleksandra Zachariassen. Dagurin verður hildin heima á Ziskagøtu 13, frá kl 17.

Brá Arge Ellingsgaard. Vælkomst verður í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag frá kl 15.

Sissal Rosa Samson Thomsen. Konfirmatiónin verður hildin í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag, Bøgøta 3, frá kl 15.

Naomi Ramonsdóttir Heldarskarð. Konfirmatiónin verður hildin í Skálanum, Bøgøta 11, frá kl 16.

Rósa Maria Jógvansdóttir. Konfirmatiónin verður hildin í Bovling í Leirvík frá kl 15.

Rannvá Ryan. Dagurin verður hildin heima á Bøgøtu 56, frá kl 16.

Silas Sjúrður Hansen. Konfirmatiónin verður hildin heima, í Garðinum 12, frá kl 16.

Dávur Højgaard Waagstein. Konfirmatiónin verður hildin í Nólsoyar Pállshúsinum frá kl 15.

Árni Eriksson Biskopstø. Konfirmatiónin verður hildin í Valskúlanum á Garðavegi 11, frá kl 17.

Markus Lui Klakstein. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum, Gerðagøta 11, frá kl 16.

Andrias Samuelsen. Konfirmatiónin veðrur hildin heima, Millum Hjalla 13, frá kl 17.

Poul Jacob Hjalmarsson Christiansen. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum, Gerðagøta 11, frá kl 16.

Jógvan Nybo. Konfirmatiónin verður hildin Undir Fossum 71, frá kl 16.

David Reginsson Mortensen. Dagurin verður hildin heima, á Mylnugøtu 17, frá kl 16.

Aleksandur Lydersen. Dagurin verður hildin heima, á Traðagøtu 43, frá kl 17.

Jóan Petur Sjóstein. Vælkomst verður heima, Undir Hálsi 1, frá kl 17.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024

51
Leygardagur 12. oktober 2024

Konfirmantar í Vágs kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vágs kirkju sunnudagin 13. oktober kl. 11. Prestur er Patrick C. de Neergaard. Konfirmantarnir eru hesir: 

Ranja Rógvadóttir. Dagurin verður hildin í Sumbiar skúla frá kl.15.

Helena Holm. Dagurin verður hildin heima, Geilin 100, Vágur, frá kl.16.

Kristina Meyer Hansen, Tórshavn. Vælkomst verður hildin á Verkstaðnum Inni á Bakka, Eggjavegur 2, Vágur, frá kl.14.

Sarita Tórleifsdóttir, Hov. Dagurin verður hildin í bygdaskúlanum í Hovi frá kl.15.

Maria Holm Skaaning. Dagurin verður hildin í Pakkhúsinum frá kl.15.

Sámal Arek Strøm Steinarsson, Tórshavn. Vælkomst verður í húsinum hjá Frelsunarherinum í Vági frá kl.15.

Haraldur Gunnar Mortensen. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Vágs Kappróðrarfelag frá kl.14.

Martin Kjærbo Vinther, Sumba. Dagurin verður hildin í Samkomuhúsinum í Sumba frá kl.15.

Martin Thorsteinsson. Dagurin verður hildin í VB- húsinum frá kl.14.

Johannes Teitur Rógvason. Dagurin verður hildin í Sumbiar skúla frá kl.15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024