Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 05. oktober 2024 | Nr. 40 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Víkingur skúgvaði allan iva til viks - bíða nú eftir steypinum

SíÐa 40

1 Leygardagur 05. oktober 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sjálvpromovering

Fíggjarlógin er løgd fram og hevur fingið fyrstu viðgerð á tingi hesa vikuna. Landsstýrið, við landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum sum pennaførara, hevur lagt fram sína ætlan fyri hvussu samgongan heldur, at pengarnir skulu brúkast í komandi árið.

Spurningurin er nú um løgtingið, sum hevur síðsta orðið at siga, tekur undir við hesum.

Vanligt er, at nógv uppskot um broytingar koma úr fíggjarnevndini eftir at áhugaðir partar hava verið til fundar í nevndini og sagt gott fyri sínum málsøkjum, helst í vón um at fáa meira í sín lut.

Vit hava longu hoyrt nøkur harmast um, at tey ikki eru at finna millum teirra, ið fáa gagn av játtan í fíggjarlógaruppskotinum. Sjósavnið í Havn, sum hevur útbyggingarætlanir, er ein. Nýggja mentanarhúsið, Varpið í Klaksvík, sum roynir at finna útav á hvørjum støði raksturin av húsinum skal liggja, er annar partur. Og tað koma fleiri.

Eitt minus á 83 milliónir krónur varð varpað upp á veggin, tá fíggjarmálaráðkvinnan legði sítt uppskot fram. Neyvan verður hetta minustalið lægri tá tingið hevur samtykt ta endaligu fíggjarlógina einaferð um jóltíðir.

Tí tað er jú kent, at løgtingslimir heldur vilja geva enn at taka, og tí er trupult at ímynda sær, at nakað stórvegis verður gjørt við inntøkusíðuna hetta til nýggjárs. Heldur kann roknast við, at tað verður útreiðslusíðan, ið verður toygd.

Landsstýrisfólkini, við góðum stuðuli frá samskiftisráðgevingini, hava verið frammi kropp á kroppi fyri at fortelja Føroya fólki hvør teirra lutur í fíggjarlógaruppskotinum hevur verið. Og miðlarnir varpa glaðbeintir víðari.

Almanna- og mentamálaráðkvinnan vil raðfesta føroyskt tilfar til børn og ung og eitt brekumboð, barna- og útbúgvingarmálaráðharrin raðfestir útbúgvingarsamstarv og løn til heilsuhjálparar, samferðslumálaráðharrin fer at byggja kalsoyarferju og tjørnuvíkstunnil, heilsumálaráðkvinnan fleiri serlæknar og psykiatriina, løgmálaráðharrin vil gera váðameting, umhvørvismálaráðkvinnan tilbúgving fyri oljudálking og útbyggja landstreymin og vinnumálaráðharrin vil kanna hvørja ávirkan alingin hevur á upsastovnin.

Tað er bara høvuðsdirigenturin, fíggjarmálaráðkvinnan, og so løgmaður, sum ikki hava verið frammi og lýst sín persónliga leiklut í fíggjarlógaruppskotinum.

Í flestu førum eru hesar fráboðanir lagdar fram við myndum av landsstýrisfólkunum, og í fleiri førum verður eisini skrivað, at tað er landsstýrisfólkið sjálvt, sum hevur tikið stigið.

Hetta er ein ódámligur tendensur, sum landsumsitingin er lopin út í, við at ‘promovera’ landsstýrisfólkið fram um málið sjálvt.

Sum um tað ikki longur er landsstýrið, ella samgongan, sum hevur eina politiska ætlan á økinum, men landsstýrisfólkið sjálvt.

At síggja til eru tað embætisfólk í stýrunum, sum skriva hesar tekstir – vit eru ikki vís. Her heima er ikki sum í Noregi, har nærmastu embætisfólkini hjá ministarunum eru politiskt sett og verða skift út saman við ministaranum. Føroysk embætisfólk eru fastsett, og skulu tí arbeiða fyri skiftandi landsstýri og landsstýrisfólk. Uppgávan hjá teimum er ikki at pleyga umdømið hjá einstaka landsstýrisfólkinum.

Men tað er kanska so, at málaráðini keypa spinndoktarar uttanífrá til at skriva hesar greinir? Í so fall er tað ein óneyðug útreiðsla.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1661

    Lisnar síður: 7428

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 05. oktober 2024

Fíggjarlógin 2025 vísir hall á 83 milliónir

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum legði mánadagin fram fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski búskapurin er sterkur, og arbeiði er til allar hendur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 og næstu árini er neyðugt við átøkum at tryggja haldførið í almenna búskapinum

- Vit tillaga og tálma almenna raksturin og veita fíggjaðar lættar í inntøkuskattinum. Soleiðis tryggja vit vælferðarsamfelagið frameftir, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, sum í dag hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2025 fyri Løgtingið.

Hall í 2025
Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða 7.436 milliónir krónur, og útreiðslurnar 7.519 milliónir. Hetta eru rakstrar-, løgu- og lánsútreiðslur. Rakstrarútreiðslurnar eru 6.906 milliónir krónur, og løgu- og løgukendar útreiðslur eru 613 milliónir. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 vísir sostatt 83 milliónir krónur í halli.

Búskapurin væl fyri
Útlit eru fyri hækkandi realinntøku og eftirspurningi næstu 1-2 árini, sum væntandi fer at geva eitt ávíst ískoyti til búskaparvøksturin. Samtykta skattaumskipanin fer at geva flestu húskjum størri tiltøkupening og keypiorku. Tamarhald er eisini á prísvøkstrinum, sum væntandi fer at minka komandi árið.

Fíggjarmálaráðið metir, at útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið, sum kann koma, við lægri realum búskaparvøkstri og halli í almenna búskapinum.

Avbjóðingin í almenna búskapinum
Størsta avbjóðingin í búskapinum er haldførið í almenna búskapinum.

Lutfallið millum arbeiðsmegi og tal av eldri fer at minka komandi árini. Tí eru átøk neyðug, sum bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, skal tað almenna veita somu tænastur og sama tænastustig frameftir.

Átøk nú og frameftir – málið er javnvág í 2026
Fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hevur samgongan sett sær fyri at gera átøk, sum bæði virka upp á styttri og longri sikt. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru átøk fyri áleið 50 milliónir kr. netto, svarandi til 0,7 prosent av rakstrarútreiðslunum. Ætlanin er, at átøk verða gjørd komandi árini, sum svara til áleið 0,5 prosent av rakstrarútreiðslunum. Málið er av hava javnvág í fíggjarlógini fyri 2026, sum er samsvar við játtanarkarmarnar frá í vár.

Eisini verður arbeitt við átøkum, ið hava virknað fram í tíð. Størsta átakið verður at hækka pensjónsaldurin. Harumframt er ætlanin at endurskoða allan almenna bygnaðin.

Fíggjarpolitiska regluverkið
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera eitt týdningarmikið amboð at tryggja búskaparliga haldførið. Hetta verður gjørt í stigum og í tøttum samstarvi við allar politiskar flokkar og fakliga ráðgeving.

Partar av regluverkinum verða nú settir í verk. Ein av hesum reglum verður, at vøksturin í rakstrarútreiðslunum ikki skal vera hægri enn búskaparvøksturin. Eisini er Búskapargrunnurin partur av fíggjarpolitiska regluverkinum, og hann er eitt virkið amboð í hesari fíggjarlógini.

Raðfestingar í rakstri og løgum
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru pengar settir av til krabbameinsøkið, heilsutænastur í nærumhvørvinum, løn undir útbúgving, familjudepil, oyggjaleikir, betri ferðasamband til Nólsoyar, landstreym, integratión, føroyskt barna- og ungdómstilfar, grønmetisframleiðslu og tunnil til Tjørnuvíkar.

Eisini skulu fyrireikingar í sambandi við ein Suðuroyartunnil halda fram.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

3 Leygardagur 05. oktober 2024

- Tað gongur væl í Føroyum hóast hall

Funnar eru sparingar fyri 75 milliónir - og 100 milliónir verða settar av til Suðuroyartunnil í 2025

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast almenni búskapurin er undir stórum trýsti, so stendur væl til í Føroyum. Vit eru rík, her er onki arbeiðsloysi og vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni er støðugur, so at BTÚ nú liggur á støði við londini, sum vit sammeta okkum við.

Hetta var boðskapurin, tá Ruth Vang fyrrapartin mánadagin legði fram fíggjarlógina fyri 2025.

At uppskotið vísir eitt hall var ikki óvæntað. Spurningurin er so um eitt hall á 83 milliónir krónur er nógv ella lítið.

[object Object]

Rík og jøvn

Sum mynd av, at vit eru rík í Føroyum vísti landsstýriskvinnan á, at bruttotjóðarúrtøkan, sum er tað sum hvør borgari “framleiðir av vørum og tænastum um árið”, nú liggur um eina hálva millión, hevur tikið Danmark aftur og enntá ligur nakað oman fyri danska BTÚ í løtuni.

Ruth Vang legði eisini dent á, at vit eru jøvn í Føroyum. Tað vil siga, at tað ikki eru nøkur fá, sum eiga tað mesta av pengunum í landinum.

Hon brúkti Gini-vísitalið fyri at ávísa hetta. Var tað ein persónur, sum átti alt, hevði hetta vísitalið verið 1, vóru tað øll, ið áttu alt, var tað 0.

Føroyska Gini-talið liggur á beint oman fyri 0,2, sum er lítið sammmett við eitt nú Danmark, Svøríki og ES samlað.

Tað er eitt gott tekin, um at tað ikki er stórur munur á ríkum og fátøkum, vísti landsstýriskvinnan við fíggjarmálum á.

Sparingar fyri 75 milliónir

Fíggjarmálaráðið hevur verið í gongd við at finna sparingar. Talan er um smáar reguleringar, deils innan fyrisitingina og við at tillaga ymisk gjøld. Sambært Ruth Vang eru í fíggjarlógaruppskotinum funnar sparingar fyri 75 milliónir krónur, men tað eru eisini gjørdar ymsar tillagingar, eitt nú við at nýggir stovnar verða tiknir í brúk, sum kosta 27 milliónir, so sparingarnar liggja um knappar 50 milliónir.

Hetta røkkur tó ikki langt í búskaparliga haldførinum, sum annars hevur verið aðalmálið at fáa skil á hjá fíggjarmálaráðkvinnuni.

Arbeiða víðari við haldførinum

Hon vísir á, at arbeiðið við at betra um haldførið er farið í gongd, og at onkur uppskot skulu væntast at verða løgd fram í næstum, eitt nú við at lækka rentustuðulin, hóast hetta ikki kemur at merkjast beinanvegin.

Sambært Ruth Vang er stóra og avgerandi avbjóðingin hesum viðvíkjandi at hækka pensjónsaldurin. Hvat hetta endar við, er ikki greitt enn.

Hallið á fíggjarlógaruppskotinum á 83 milliónir krónur er heldur hægri enn mett hevur verið fyrr í ár. Hetta skyldast eitt nú at onkrar skipanir viðvíkjandi tøkugjaldi og tilfeingisskatti ikki fáa fullan virknað fyrr enn í 2026.

Eisini, at skattalættin á 100 milliónir fær fullan virknað frá á nýggjárinum. Eisini eru økir, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at raðfesta, og her verða hesi øki nevnd: Krabbameinsátøk, løn undir útbúgving, betri integratión, brekumboð, heilsutænastur í nærumhvørvinum, fleiri túrar til Nólsoyar, grønmetisframleiðsla, stuðul til landstreym, oyggjaleikir og yrkisleiklist.

Sættapartur av íløgunum í Suðuroyartunnilin

Og so eru tað íløgurnar. Í mun til ætlanirnar frá fíggjarkarminum í vár, eru løgurnar øktar úr 600 upp í 613 milliónir krónur. Meiríløgurnar fara til Famjinstunnilin, sum gerst rættiliga nógv dýrari enn mett.

Harafturat skulu byggjast nýggir stovnar, nýtt strandfaraskip, farast skal undir at bora tunnil til Tjørnuvíkar, Smyril skal í dokk og Dalstunnilin skal gerast liðugur.

Aðrar íløtur eru Miðnám á Kambsdali, tekniski skúli í Klaksvík, sum skal hava eina aulu, Kampus á Frælsinum í Havn, Listasavnið skal byggjast út og byggjast skal goymsla til Tjóðsavnið.

Eisini skal heilt fitt av pengum brúkast til at byggja upp neyðugar KT-skipanir og endiliga eru 100 milliónir krónur – tað er ein sættapartur av samlaðu íløgunum – settar av í 2025 til at arbeiða víðari við fyrireikingini av at bora tunnil til Suðuroyar.

[object Object]

Verður broytt í tingviðgerðini

Fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram í dag og eisini borið í Løgtingið, er sum kunnugt uppskotið hjá landsstýrinum um, hvussu pengarnir skulu brúkast komandi árið.

Tað kemur ikki fyri, at tølini í uppskotinum eru tey somu, sum standa í sjálvari fíggjarlógini, tá hon er endaliga samtykt, vanliga um jóltíðir.

Uppskotið fer nú til fyrstu viðgerð í Løgtinginum. Hereftir fer tað til drúgvari viðgerð í fíggjarnevndini, sum eftir nógvar fundir og samrøður við fólk við áhuga í fíggjarlógini, leggur fram álit við broytingum og dagføringum av tølunum, sum í dag vórðu løgd fram.

Og tá er talið á botnlinjuni vanliga eitt heilt annað enn tað, sum avvarandi landsstýrisfólk hevur lagt fyri tingið tríggjar mánaðir frammanundan.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

4 Leygardagur 05. oktober 2024

Hava goldið loysigjald og fingið dáturnar aftur

Dáturnar verða nú reinsaðar og fluttar yvir á heilt nýggja KT-skipan hjá kommununi

Karl Johansen, borgarstjóri (Savnsmynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Klaksvíkar kommuna hevur goldið eina upphædd til teldusníkarnar, sum blokeraðu KT-skipanina hjá Klaksvíkar kommunu herfyri.

Dáturnar verða nú reinsaðar og lagdar inn á eina heilt nýggja skipan.

Hetta upplýsti Karl Johansen, borgarstjóri, fyri útvarpinum fyri løtu síðani. Klaksvíkar kommuna hevur júst hildið tíðindafund um tað, ið er hent.

Borgarstjórin vil ikki út við, hvussu nógv kommunan hevur goldið, men talan er um eina upphædd á undir eina millión krónur, upplýsti hann fyri útvarpinum. Norðlýsið visti at siga, at kommunan hevur goldið 800.000 krónur í loysigjaldi.

Kommunan hevur leitað sær hjálp frá serfrøðingum uttanlands at samskifta og samráðast við teldusníkarnar, og harvið fáa hendur á dátunum aftur.

Karl Johansen upplýsti eisini, at hetta er gjørt í tøttum samstarvi við altjóða løgreglu, sum nú arbeiðir víðari við at finna fram til teldusníkarnar. Sambært borgarstjóranum skuldi møguleiki verið fyri, at løgreglan kann finna fram til í hvussu so er útgerðina, sum hevur verið brúkt til at sleppa inn í KT-skipanina hjá Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna hevur síðan teldusníkaálopið arbeitt við at byggja eina heilt nýggja telduskipan upp at brúka frameftir. Allar teldur hjá starvsfólkum, sum kommunan eigur, eru innheintaðar, fyri at verða reinsaðar áðrenn tær kunnu setast til nýggju skipanina.

Ógreitt er í løtuni, hvussu nógv hetta álopið hevur kostað Klaksvíkar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

5

Størv

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 05. oktober 2024

Kommunurnar óttast fyri bingjuplássunum

Krøvini til kommunurnar verða ætlandi so stór, at óttast verður fyri, at kommunalu endurnýtsluplássini verða latin aftur

Endurnýtsluplássið við Streymin (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vandi er fyri, at kommunurnar verða noyddar til at lata tey flestu kommunalu endurnýtslu- og bingjuplássini aftur.

Tað sigur Kommunufelagið í einum hoyringssvari til ætlaðu kunngerðina um burturkast, sum Umhvørvismálaráðið arbeiðir við at fáa sett í gildi.

Kommunufelagið kann á ongan hátt góðtaka, at kommunali geirin – bæði IRF og kommunurnar hvør sær, samanlagt skulu gera íløgur fyri tíggjutals milliónir krónur í innsavning, móttøku og handfaring av burturkasti. Eftir øllum at døma uttan so mikið, sum at ein króna verður játtað frá landinum til endamálið.

- Við øðrum orðum skulu kommunurnar rinda fyri umhvørvispolitikkin hjá landinum, og tøkkin til borgaran, sum skal gjalda, er at kommunan sannlíkt steingir staðbundna endurnýtsluplássi, skrivar Kommunufelagið í hoyringssvarinum.

Kommunufelagið krevur tí, at landsstýrið alt fyri eitt støðgar hesi ætlan, og fær málið aftur á beint.

Krøvini, sum ætlanin er at seta kommununum eru so stór, at Kommunufelagið er sannført um, at fleiri av endurnýtsluplássunum fara at lata aftur.

- Hetta fær uttan iva eisini neiligar umhvørvisligar avleiðingar við tað, at fólk og fyritøkur í størri mun enn í dag fara at skaffa sær av við burturkastið á ólógligan hátt, skrivar Kommunufelagið.

Hoyringssvarið frá Kommunufelagnum sæst her

Uppskotið til kunngerð um burturkast sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

7 Leygardagur 05. oktober 2024

Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá

Ungar kvinnur meta seg í størri mun hava verri heilsu, vera meira strongdar og einsamallar vísir nýggjasta “Hvussu hevur tú tað?”-kanningin

Tilvildarlig mynd av heilsufótbólti
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyingar meta seg sum heild hava góða heilsu. Tað vísir nýggjasta frágreiðingin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 hjá Heilsustýrinum. Frágreiðingin, sum hesa ferð leggur dent á heilsu og trivnað, vísir, at ungu kvinnurnar sum bólkur víkja frá restini av føroyingum viðvíkjandi hesum viðurskiftunum. Ungu kvinnurnar meta seg í størri mun hava verri heilsu, hava høgt strongdarstig og tær kenna seg meira einsamallar enn onnur.

Sambært fólkaheilsukanningini meta 88 prosent av føroysku monnunum og 86 prosent av kvinnunum sı́na heilsustøðu vera góða, stak góða ella avbera góða. Hjá monnunum er tað ı́ aldursbólkinum 18-24 ár, at teir ı́ størstan mun meta sı́na heilsu vera avbera góða, og hjá kvinnunum er tað ı́ aldursbólkinum 45-54 ár, at flestu teirra meta seg hava avbera góða heilsu. Verður samanborið við samsvarandi kanningar frá 2019 og 2015, so vı́sir gongdin seg tó at vera, at parturin av teimum, ið meta sı́na heilsustøðu at vera avbera góða, stak góða ella góða, er minkaður ı́ øllum aldursbólkum, bæði hjá monnum og kvinnum.

Verður hugt at, hvør hinvegin metir sı́na heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga, so sı́ggjast rı́miliga stór frávik hjá yngru kvinnunum, tvs. ı́ aldursbólkunum 18-24 ár og 25-34 ár, har út við fimta hvør kvinna metir sı́na heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga. Hetta liggur enntá oman fyri elsta aldursbólkin, sum er kvinnur oman fyri 74 ár, og væl oman fyri hinar aldursbólkarnar, har hesin parturin telur millum 10,5 og 14,2 prosent.

Sjálvmett heilsustøða er yvirskipaða metingin hjá einstaklinginum um egna heilsustøðu og er eitt mát, ið ofta verður brúkt ı́ størri heilsukanningum. Vánalig sjálvmett heilsustøða hevur vı́st seg at hava greitt samband við ymiskar indikatorar fyri ringa heilsu sum m.a. kroniskar sjúkur, nýtslu av heilivági, veiting av heilsutænastum og deyða.

Ung kenna meira strongd og einsemi

Í frágreiðingini verða tøl eisini løgd fram um strongd og einsemi millum føroyingar.

Viðvı́kjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig, og tey ungu ı́ aldursbólkinum 18-24 ár, og serliga kvinnurnar, liggja væl oman fyri restina av føroyingum.

Meðan gott onnurhvør kvinna ı́ aldrinum 18-24 ár hevur høgt strongdarstig, er hetta galdandi fyri meira enn fjórða hvønn mann ı́ sama aldursbólki. Til samanberingar eru tað tey, ið eru millum 65 og 74 ár, sum ı́ minstan mun hava høgt strongdarstig, við 11 prosentum av kvinnunum og 9 prosentum av monnunum.

Henda gongdin við strongd millum ungdómin sæst eisini ı́ grannalondunum, eitt nú ı́ Danmark, sum ı́ samsvarandi kanning staðfestir, at parturin av teimum við høgum strongdarstigi er enn størri enn ı́ Føroyum.

Viðvı́kjandi einsemi lı́kjast føroysku og donsku tølini nógv hjá teimum 18-24 ára gomlu, sum ı́ báðum londum er tann aldursbólkurin, sum sigur seg kenna mest einsemi – ávikavist 15 prosent ı́ Føroyum og 16 prosent ı́ Danmark. Í Føroyum vı́sir seg tó ein onnur mynd fyri tey elstu, tvs. 75 ár og eldri, tı́ hesi eru tey, sum kenna seg minst einsamøll ı́ Føroyum (3 prosent), meðan hetta talið er meira enn trı́falt so høgt fyri elstu danirnar.

Heilsustýrið gjørdi fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?” á heysti ı́ 2023, tá fleiri enn 5.000 tilvildarliga valdir føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, trivnað og sjúku.

Frágreiðingar eru higartil gjørdar um ymisk útvald øki úr kanningini, sum eru løgd fram so hvørt. Samlaða frágreiðingin verður eftir ætlan liðug seinni ı́ ár, tá hon eisini verður løgd fram alment.

Frágreiðingin um heilsu og trivnað er tøk her.

Tíðindaskriv frá Heilsustýrinum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

8 Leygardagur 05. oktober 2024

Byrja at smíða skip til Kalsoynna komandi ár

Talan verður um eitt 43 metra langt og el-drivið skip

(Mynd: fisk.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi ár verður farið undir at byggja nýtt strandfaraskip til at røkja rutusiglingina millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni.

Tað framgongur á fíggjarlógaruppskotinum, ið varð lagt fram í dag. Løgujáttanin fyri komandi ár er 20 milliónir, og so verða ætlandi ávikavist 68 og 100 milliónir játtaðar komandi tvey árini.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið skrivar á heimasíðuni  í dag, at landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini. Hetta er liður í at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum.

Í fjør og í ár varð játtan sett av til at prosjektera tey nýggju skipini – eitt miðal skip og eitt minni skip. MEST vann útboðið at prosjektera bæði skipini og hevur saman við Strandfaraskipum Landsins og fylgibólkum nú prosjekterað miðal skipið liðugt. Klárt er tí nú at fara undir at gera verklagslóg og bjóða út at smíða Kalsoyarskipið.

- Eg fegnist um, at tað nú veruliga kemur gongd á at endurnýggja strandfaraskipini, so tey gomlu skipini við tíðini kunnu verða skift út við nýggj skip, sum hava nýmótans útgerð og liva upp til dagsins krøv, undir hesum at sigla við battaríum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum.

Nýggja miðal skipið verður um 43 metrar langt, 12,5 metrar breitt og siglir 11 míl. Skipið er tí nakað størri enn Sam, sum er 34 metrar langur, 9,4 metrar breiður og siglir 9,7 míl. Bæði miðal og smærru skipini fara at sigla við battaríum, sum er stórt frambrot í føroyskari sjóvegis flutningsvinnu.

Á fíggjarlógini fyri 2025 eru settar av 20 milliónir krónur, soleiðis at farast kann undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið komandi ár. Væntandi tekur tað tvey til trý ár at smíða skipið.

[object Object]

Raðfesta eisini betri samband til oyggjarnar

Umframt, at farið verður undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið, so verða eisini aðrar raðfestingar gjørdar fyri at betra um umstøðurnar hjá oyggjabúgvum.

Á Nólsoyarleiðini verður ein túrur afturat hvønn gerandisdag, soleiðis at tað ikki verður so leingi ímillum kvøldartúrarnar á Nólsoyarleiðini, og fer hetta kanska serliga at gagna børnum og ungum, sum brúka frítíðar- og ítróttartilboð í Havn.

Í ár verður farið undir at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals. Tá ið tað er gjørt, fer Teistin komandi vár at røkja Kalsoyarleiðina. Hetta merkir eisini, at Sam verður farmaskip og avloysaraskip og túrarnir týsdag og hósdag, sum Sam ikki hevur siglt á Kalsoyarleiðini orsakað av farmatúrum aðrastaðni, verða tá settir innaftur.

Les eisini: Klárt at bjóða nýggjar SSL-ferjur út 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

9 Leygardagur 05. oktober 2024

Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár

Á fíggjarlógini næsta ár er játtan til Tjørnuvíkartunnilin, og tað verður eftir ætlan farið undir at bora tunnilin, tá komið er nakað út á árið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Prosjekteringin av Tjørnuvíkartunlinum gongur væl, og næsta ár verður eftir ætlan farið undir at bora tunnil til Tjørnuvíkar. 

Tað skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið á heimasíðuni.

Í 2023 vóru fyrstu upphæddirnar settar av til at prosjektera Tjørnuvíkartunnilin, og í ár er játtan sett av til at gera prosjekteringina lidna. Á fíggjarlógini næsta ár er eisini játtan til Tjørnuvíkartunnilin, og verður tað eftir ætlan farið undir at bora tunnilin, tá komið er nakað út á árið. 

Íløgur í vegir, tunlar, havnir og undirsjóvartunlar eru týðandi grundarlag undir at menna føroyska samfelagið. Gott infrakervi er ein týðandi liður í trivnaðinum hjá fólki kring landið. Nýggja farleiðin til Tjørnuvíkar er eisini ein liður í hesum politikki.

Landsverk hevur um hendi allar fyrireikingar í sambandi við Tjørnuvíkartunnilin, og eftir ætlan verður tað tunnilstoymið hjá Landsverki, sum fer at bora Tjørnuvíkartunnilin. Harumframt vera fleiri veitarar knýttir at verkætlanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

10 Leygardagur 05. oktober 2024

Samd um stuðul til Ukraina og Nato - ósamd um samstarv við Russland

Hetta vísir kanning hjá Setrinum og Lóður um hugburð føroyinga til uttanríkis- og trygdarpolitikk

- Nýggja kanningin vísir, at føroyski veljarin í størri mun stuðlar føroyskum samstarvi við Nato og vesturheimin í 2024 samanborið við 2021. Samstundis halda færri, at Føroyar skulu vera uttanveltaðar í uttanríkis- og trygdarpolitiskum viðurskiftum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Frágreiðingin “Mapping Public Opinion in The Faroe Islands on Security and Foreign Affairs” er nú tøk.

Talan er um eina kanning um hugburð føroyinga til uttanríkis- og trygdarpolitikk. Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgdina av kanningini. Hon vísir millum annað, at føroyingar eru rættiliga samdir um at stuðla Ukraina og NATO, men at veljarafjøldin í Føroyum er ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland.

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari. 

Kanningin vísir greitt, hvussu føroyingar hava tað í mun til Ukraina, og hvussu Landsstýrið hevur handfarið hetta.

- Ein meiriluti av føroyingum tekur undir við átøkunum hjá Føroya Landsstýri í sambandi við kríggið í Ukraina. Bæði tá talan er um at fordøma russiska álopskríggið alment, senda pengar til Ukraina, taka ímóti ukrainskum flóttafólki og avmarka atgongd hjá russiskum skipum til føroyskar havnir.

Hóast hetta - og hóast stóran stuðul til Nato sum heild - so er føroyska veljarafjøldin ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland.

Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóðuri.

Kanningin varð gjørd í mai 2024, og vóru úrslitini løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini seinast í mai. Nøkur av høvuðsúrslitunum eru nú savnað í hesi frágreiðing.

Hetta er onnur kanningin um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti hjá Søgu- og samfelagsdeildini. 

- Nýggja kanningin vísir, at føroyski veljarin í størri mun stuðlar føroyskum samstarvi við Nato og vesturheimin í 2024 samanborið við 2021. Samstundis halda færri, at Føroyar skulu vera neutralar ella uttanveltaðar í uttanríkis- og trygdarpolitiskum viðurskiftum. Kortini vísir kanningin eisini, at bara helvtin av føroyingum stuðlar hernaðarvenjingum og øðrum hernaðarligum virksemi í føroyskum øki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

11 Leygardagur 05. oktober 2024

Fýra milliónir til fleiri serlæknar og heilsustarvsfólk

- Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fýra milliónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk. Hetta er ein øking á eina millión krónur í mun til játtanina í fjør, skrivar Heilsumálaráðið.

- Tað er trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

- Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá hesum fólkum at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.

- Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður, sum serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk spyrja eftir. Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið.

Millum annað verður arbeitt við at fyrireika universitetssjúkrahús í Føroyum, øll heilsugransking er savnað undir heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og arbeitt verður framhaldandi við at fáa fleiri útbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.

- Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki. Hetta er samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

[object Object]Margis Stórá, landsstýriskvinna (Mynd: hmr.fo)

Tað ger mun at seta játtan av til endamálið

Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.

Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir: Hjartasjúkur, barna- og ungdómspsykiatri, lungnasjúkur, húðsjúkur, patologi, barnasjúkur, kvinnusjúkur, eygnasjúkur, sukur- og evnaskiftissjúkur, nýrasjúkur, maga- og tarmsjúkur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

12 Leygardagur 05. oktober 2024

Váðameting skal gerast fyri Føroyar

Ítøkiliga merkir tað, at at Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær 600.000 krónur afturat síni núverandi játtan

Bjarni Kárason Petersen, landstýrsmaður við lógarmálum, saman við Leivi Persson, stjóra í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrið raðfestir tilbúgvingarøkið við fíggjarlógini fyri 2025. Landsstýrið heldur, at broytta trygdarpolitiska støðan í heiminum førir við sær øktar avbjóðingar og nýggjar váðar fyri eitt oyggjaland sum Føroyar.

Fyri at føroyska tilbúgvingin kann gerast meira málrættað og munadygg, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið menna og viðlíkahalda eina føroyska váðamynd, sum lýsir og greinar teir váðar, ið kunnu raka samfelagið. Ein váðamynd er ein gjøllig meting av váðum og vandum fyri eitt land, sannlíkindi fyri hendingum, og hvussu hesar skulu handfarast.

Fyrsta útgávan av føroysku váðamyndini skal vera liðug í fyrru hálvu av 2025 og skal síðan dagførast regluliga.

Ítøkiliga merkir raðfestingin hjá landsstýrinum, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær 600.000 krónur afturat síni núverandi játtan at gera váðametingina og at leggja kjarnorkutilbúgvingina í eina trygga legu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

13 Leygardagur 05. oktober 2024

Javnaðarflokkurin til reiðar til býráðsvalið í Havn

Níggju kvinnur og átta menn stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu

Kristianna Winther Poulsen er einasti av meinigu býráðslimunum í løtuni, sum stillar uppaftur saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

17 valevni eru á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu tann 12. november.

Bert tveir av teimum seks núverandi býráðslimunum fyri Javnaðarflokkin eru við á listanum, borgarstjórin Heðin Mortensen og Kristianna Winther-Poulsen. Tróndur Sigurðsson, Súna Mørk og Bjørg Dam stilla ikki uppaftur. Kári Johansen hevur boðað frá, at hann stillar upp fyri Framsókn á komandi býráðsveli.

Á valevnislistanum eru níggju kvinnur og átta menn.

Tey, ið stilla upp, eru hesi:
Barbara Djurhuus
Barbara Gaardlykke Apol
Bergur Robert Dam Jensen
Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk
Elin Heðinsdóttir Joensen
Eyðbjørg Hansen
Harald Joensen
Heðin Mortensen
Heri Ólason Dam
Høgni Rasmussen
John av Reyni
Kristianna Winther Poulsen
Magni E. Dalsgaard
Maria Hammer Olsen
Milia Egilsnes Anda
Robert Vilhelmsen
Sára Gullfoss

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

14 Leygardagur 05. oktober 2024

Borgaralistin bjóðar seg fram í Vágum

Átta menn og sjey kvinnur eru á listanu, sum fekk sjey vald seinast

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Borgaralistin – listin við bókstavinum A á seinasta vali – er nú liðugur við uppstillingina og stillar upp við 8 monnum og 7 kvinnum til býráðsvalið 12. november.

- Vit hava ein breiðan lista við góðari umboðan fyri kommununa. Vit hava royndar politikarar og eisini nógv nýggj fólk, og hava vit rímuliga javnt kynsbýti, skrivar listin í tíðindaskrivi.

Tey uppstillaðu eru:

  • Albert Ó. Ellefsen, 65 ár, bókhaldari, Miðvágur
  • Ásla Leila B. Johansen, 33 ár, skrivari/verkætlanarleiðari, Miðvágur
  • Beinta Gudmundsen, 26 ár, leiðari, Sandavágur
  • Bjarni Prior, 51 ár, borgarstjóri, Sandavágur
  • Brian Hansen, 32 ár, landmátari/málsviðgerði, Sandavágur
  • Elsibet Jacobsen, 41 ár, námsfrøðingur, Miðvágur
  • Fróði H. Poulsen, 49 ár, tyrluflogskipari, Miðvágur
  • Gunnvá S. á Lofti, 51 ár, løgfrøðingur, Sandavágur
  • Joan Kristina Olsen, 43 ár, sjúkrarøktarfrøðingur, Sandavágur
  • Jon Ingi Wiberg, 35 ár, lærari, Miðvágur
  • Jóanis Albert Nielsen, 28 ár, bankaráðgevi, Sandavágur
  • Jógvan Sigurd E. Hattarstein, 24 ár, timburlærlingur, Miðvágur
  • Poul Poulsen, 45 ár, húsasmiður, Sandavágur
  • Rannvá M. Ólavsdóttir, 53 ár, deildarleiðari, Miðvágur
  • Súsanna Nordendal, 49 ár, deildarleiðari, Sandavágur

Harvið stilla bæði núverandi borgarstjórin, Bjarni Prior, og fyrrverandi borgarstjórin, Albert Ó. Ellefsen, uppaftur. Men ikki hin fyrrverandi borgarstjórin, sum var innvald á listanum á seinasta vali, Rósa Samuelsen.

Av teimum, sum annars vórðu vald á listanum seinast, stillar Jóanis Albert Nielsen uppaftur, men tað gera Tórdis Eleina Dam Johannesen og Dagbjørn Hansen ikki.

Listi A fekk seks umboð í býráðið á seinasta vali, meðan listi F fekk fimm. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

15 Leygardagur 05. oktober 2024

Føroyskur tari skal vera í forrættinum

Treytirnar Arctic Young Chef-finaluni er, at kokkarnir brúka føroyskan tara í forrættinum, norsk moltuber og grønlandsk øl í høvuðsrættinum og íslendsk skyr í eftirrættinum

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá fýra ungir norðurlendskir kokkar 19. oktober í Hørpuni í Reykjavík fara at kappast um hvør skal gerast vinnari av fyrstu útgávuni av Arctic Young Chef, skulu teir brúka føroyskan tara sum part av forrættinum, sum verður gjørdur.

Kanska tað verður ein fyrimunur hjá føroyska umboðnum, meksikanska kokkinum á matstovuni Ræst, Sebastian Garsia Jiménez, sum dagliga arbeiðir við tara í sínum virksemi í lítla køkinum í Nýggjustovu í Gongini heima í Havn.

Mótstøðumenninir – teir eru allir menn – hjá Sebastian í finaluni, sum verður hildin í sambandi við stóru Arctic Circle ráðstevnuna í Hørpuni, verður Andres Björgvinsson úr Íslandi, Lars Abelsen úr Grønlandi og Runar Helgeland úr Noregi.

Kokkarnir hava nú fingið at vita hvørjar treytir – hvørjar rávørur – eru settar til rættirnar, sum teir skulu seta saman í finaluni. Talan eru um rávørur úr hvørjum einstøkum av luttakandi londunum, sum skulu vera við.

Úr Føroyum fáa kokkarnir tara, sum skal verða brúktur í forrættinum. “Tari gevur forrættinum ein dám av havinum, gevur ein natúrligan umami-smakk og ein dám av lokalum ‘terroir’”.

Úr Noregi fáa kokkarnir moltuber, sum skulu brúkast í høvuðsrættinum. “Hesi sjáldsomu arktisku berini, virðismett fyri sin søta, men tó beiska smakk, geva høvuðsrættinum ein fruktkendan dám.

Úr Grønlandi fáa kokkarnir grønlendskt øl at brúka í høvuðsrættinum. “Bryggjað við lokalum rávørum, gevur grønlendska bjórið dýbd og lokalan dám vil tínum malttónum.

Úr Íslandi fáa kokkarnir skyr at brúka í eftirrættinum. “Henda íslendska mjólkavøran, sum er kend fyri sín mjúka og súrliga smakk, verður brúktur í eftirrættinum og bjóðar kreativitetinum av”.

Tað er atlantssamstarvið NORA, sum hevur tikið stig til og sum skipar fyri kokkakappingini Arctic Young Chef, sum er fyri kokkar upp til 30 ár, sum liva og virka í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og “Strandanoregi”.

Annars er frammanundan avgjørt, at saltfiskur skal vera í forrættinum, lambshjarta og lambshálsur í høvuðsrættinum og rabarba í eftirrættinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

16 Leygardagur 05. oktober 2024

Met nógv ferðsla í Eysturoyartunnilin

Samanlagt koyrdu beint yvir 190.000 akfør gjøgnum undirsjóvartunnilin í september. Hetta eru 6.336 bilar í miðal - miðaltalið er met

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í desember 2020 lat Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Síðani hevur verið nakað svingandi við tølunum, men september 2024 var heilt góður.

Kringvarpið skrivar, útfrá tølum hjá tunnil.fo, at miðaltalið fyri akfør fyri hvørt samdøgur var 6.336. So høgt hevur tað ongantíð verið áður.

Samanlagda talið var 190.066. Tað hevur verið líka yvir tað áður, men miðaltalið er hægri nú enn tá - hetta hongur millum annað saman við, at september hevur 30 dagar og ikki 31.

Annars var ferðslan í Sandoyartunlinum 1.085 akfør í miðal, meðan tann í Norðoyatunlinum hevði triðhægsta miðaltalið nakrantíð - 4.610. Samanlagt koyrdu yvir 138.000 akfør gjøgnum undirsjóvartunnilin frá 2006.

Í Vágatunlinum koyrdu í miðal 3.219 akfør seinasta mánaða.   

Sí øll hagtølini á tunnil.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

17 Leygardagur 05. oktober 2024

40.000 ferðafólk um Vága Floghavn í september

Tað er fyrstu ferð, at talið er farið upp um 40.000 í september mánaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

September mánaði 2024 var tann fyrsti, sum fór upp um 40.000 ferðafólk um Vága Floghavn.

Tað vísa tøl, sum Kringvarpið hevur fingið frá Vága Floghavn.

Tilsamans 40.505 ferðafólk ferðaðust um Vága Floghavn í september, og tað eru 9,9 prosent fleiri enn í sama tíðarskeið í fjør.

Upplýst verður, at tey trý útlendsku flogfeløgini, sum umframt Atlantsflog, í løtuni flúgva upp á Føroyar, fara ikki at flúgva í vetur.

Fylg flogferðsluni her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

18 Leygardagur 05. oktober 2024

Vágatunnilin náttarstongdur komandi vikurnar

Talan er um vanligt viðlíkahaldsarbeiði – eitt nú skal dúkur heftast upp undir loftið, har tað dryppar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í samband við at arbeitt verður í Vágatunlinum, verður tunnilin stongdur fyri ferðslu um næturnar frá sunnukvøld til fríggjamorgun tær komandi vikurnar.

Arbeitt verður frá klokkan 22 til 06 um morgunin. Og ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02 og 04, boðar tunnilsfelagið frá.

Arbeiðið, sum verður gjørt er, at J&K Petersen fer at bora nýggjar boltar í loftið, hanga ”dúkar” upp undir loftið har tað dryppar og skróta loftið fyri at tryggja, at einki leyst grót er. Hetta er partur av viðlíkahaldsarbeiðnum í Vágatunlinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

19 Leygardagur 05. oktober 2024

Maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri barnaporno

Fráboðan kom frá felagsskapi í USA mánakvøldið, og maðurin í 40'unum varð handtikin fáar tímar seinni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein maður í 40'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum.

Føroya Politi handtók týsdagin ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skepandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti mikudagin. Maðurin var varðhaldsfongslaður í 4 vikur.

Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", (les NEKMEK) sum er byrjað við, at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.

Kanningardeildin hjá politinum fekk boð frá NCMEC mánakvøldið, og politiið kundi handtaka mannin fáar tímar seinni.

Kanningardeildin fer nú undir at gera nærri kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

20 Leygardagur 05. oktober 2024

Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum

Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum, sigur løgreglan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Børn í dag eru sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, tey samskifta sínamillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Har er undirhald, tey hyggja at myndum, filmsbrotum, fáa tíðindi um hvat hendir í verðini og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, hóast vit vita, at vandi er fyri happing og øðrum keðiligum tilburðum. Vit vita eisini, at tað kemur fyri, at børn eru fyri ágangi, eisini álvarsomum ágangi.

Serliga er vandi á ferð, um barnið skrivar saman við onkrum, sum tey ikki kenna. Tíverri eru fólk ikki altíð tey, tey siga seg vera. Tey kunnu hava stovnað sær ein falskan vanga fyri at tekkjast einum yngri vinarskara, og tey kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey eru komin væl til árs.

Ungir tannáringar eru í størst vanda fyri at verða lokkaðir ella groomaðir av kynsmisnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag, so teir vinna teirra álit og trúnað. Í ringasta føri kann grooming leiða til kynsligan ágang.

Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut:

• Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tin við trupulleikarnum . Eisini um tað hevur gjørt okkur 'býtt'.

• Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum.

• Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá

• Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum

• Bið barnið koma til tín, um klandur, ráðagerðir ella ótryggleiki koma uppí

• Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga hvønn tey spæla ella samskifta við

Boða løgregluni frá
Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgreluni frá.

Tað er neyðugt við próvgum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.

Góðar heimasíður hjá foreldrum at kunna seg nærri, fáa meira vitan og fleiri góð ráð:

Den sikre side

Vitan og góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu hjálpa børnunum við einum tryggum atburði á netinum. Eitt samstarv millum politiið og TrygFonden.

SSP - Ferðast á netinum
SSP - Etikkur á netinum - barnaútvarp
Red Barnet - Um at vera tryggur á netinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

21
Leygardagur 05. oktober 2024

Norðmenn hava brúkiligan fiskiskap við Føroyar

Mánadagin lógu stóru norsku frystilínuskipini Geir og Østerfjord á Havnini. Tey fiska við Føroyar og vóru inni og skiftu manning, tóku agn, proviant og annað

Hallgeir Holmeset (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Norska kvotan við Føroyar er felagskvota og 12 skip kunnu fiska í senn. Verður kvotan uppi, noyðast øll skipini at gevast. Vit royna mest á djúpum vatni eftir longu og brosmu og fiskiskapurin er brúkiligur.

Mánadagin lógu stóru norsku frystilínuskipini Geir og Østerfjord á Havnini. Tey fiska við Føroyar og vóru inni og skiftu manning, tóku agn, proviant og annað.

Geir, sum hoyrir heima í Ålesund, er sera væl útgjørt og nýmótans, og er óivað størsta frystilínuskip í heiminum – tá tosa verður um skip, sum bara royna við línu. Østerfjord og Atlantic eru størri, men tey fiskað eisini við snurriváð.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Geir og fekk eitt prát við skiparan, Hallgeir Holmeset. Hann er ein av trimum beiggjum, sum eiga og reka skipið. Hallgeir segði millum annað.

- Skipið er fýra ára gamalt. Tað er 63 metrar langt og 13,5 metrar breitt og lastar 500 tons á plattum. Breiddin er gjørd soleiðis, at vit fáa 11 plattar eftir breiddini í lastina. Vit hava rundan dragibrunn, sum er 1,5 metrar í tvørmát.

- Vit eru millum 15 og 18 mans við. Talið er tengt at hvar vit fiska og hvussu nógv vit skulu hagreiða fiskin. Vit hava flakalinju og nýta hana tá vit halda tað gevur mest. Harafturat hava vit frystihotell, har frysti fiskurin fer á plattar, verður vavdur inn í plast, verður eyðmerktur, áðrenn hann fer niður í lastina og verður settur uppá pláss við trukki. Tað gongur skjótt at landa, tí vit klára 50 tons um tíman, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Uppá fyrispurning hvar teir fiska, segði Hallgeir.

- Eg kann siga, at vit fiska frá russiskum øki í eystri og heilt vestur á Flemish Cap. Á Flemish Cap fáa vit bara ein túr hvørt tíggjunda ár, tí kvoturnar verða býttar millum nógv skip, sigur hann.

- Vit fiska mest í norskum sjógvi. Vit fiska eisini av og á við Ísland og Eysturgrønland og hvørt ár við Føroyar. Sum oftast gera vit ein túr við Føroyar um árið, sum tekur fimm vikur. Í ár koma vit at gera tveir. Vit landa ikki millum túrarnar, men skifta fólk tá fimm vikur eru farnar, og tí eru vit nú inni á Tórshavn, sigur Hallgeir.

- Norska kvotan við Føroyar er felagskvota og 12 skip kunnu fiska í senn. Verður kvotan uppi, noyðast øll skipini at gevast. Vit royna mest á djúpum vatni eftir longu og brosmu og fiskiskapurin er brúkiligur, sigur Hallgeir Holmeset.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

22
Leygardagur 05. oktober 2024

ICES mælir til minkandi uppsjóvarkvotur í 2025

Ovurfisking og minking í tilgongd er orsøk til, at ICES mælir til at minka makrelveiðuna við heili 22 prosentum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 577.000 tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22 prosent í mun til í ár.

Makrel­stovnurin hevur verið í minking síðani 2014, og stovnsmetingin vísir, at niðurgongdin í stovninum helst stavar frá ovveiðu saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Tilmæli makrelur

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,4 milliónir tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4 prosent í mun til tilmælið í ár.

Henda lækking kemst av, at árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettir at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingar­stovninum komandi árini. Bulurin í fiskiskapinum er nú góðu árgangirnir frá 2020 og 2021.

Tilmæli svartkjaftur

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 402.000 tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3 prosent í mun til í ár.

Gýtingar­stovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingar­stovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.

Tilmæli norðhavssild

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið 30-45 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina, men í 2024 minkaði ovveiðan av sild og svartkjafti við umleið 10 prosentum, skrivar Havstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

23
Leygardagur 05. oktober 2024

Gamli Jupiter skal seljast

Seinastu tíðina hevur Framherji í Fuglafirði átt Gamla Jupiter úr Kollafirði, men nú skal skipið seljast

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var í mars í fjør, at Framherji keypti Jupiter úr Kollafirði, sum varð blivin avloystur av einum nýggjari skipið, og hevði fingið navnið Gamli Jupiter.

Framherji skuldi brúka eitt skiftisskip í sambandi við, at Framherji hevði selt Høgaberg til Noregs og valið fall á Gamla Jupiter, sum var eitt hóskandi skip tá ið talan var um orku og last.

Skipið skuldi verða partur av flotanum hjá Framherja til reiðaríið fekk nýggjan Høgaberg í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær at nýggi Høgaberg er seinkaður til seint í heyst. 

Av tí at Framherji ikki hevur tørv á Gamla Jupiter longur, er avtala gjørd um, at útlendska reiðríið Jaczon Trawlers keypir skipið, sum framvegis kemur at hava heimstað í Føroyum, hóast tað ikki er í vinnu við nýggju eigaranum, og síðani skal skipið á sølulista, verður upplýst fyri fiskur.fo

Gamli Jupiter liggur í løtuni í Kollafirði í sambandi við at Framherji skal handa skipið til Jaczon Trawlers.

Framherji keypti Gamla Jupiter úr Kollafirði fyri 43 milliónir krónur.

Hóast skpið skifti eigarar, so skifti skipið hvørki navn ella heimstað, av tí at talan einans var um eitt skiftisskip.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

24
Leygardagur 05. oktober 2024

Spildurnýtt svenskt farmaskip í FAS

Lidan er 85 metrar langt og nýbygt frá Ferus Smith skipasmiðjuni í Niðurlondum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Svenska felagið Thunbolagen hevur bygt spildurnýtt farmaskip, sum nú er skrásett í føroysku altjóða skipaskránni, FAS, skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðuni.

Talan er um skipið Lidan, sum er 2.926,00 bruttotons til støddar og 85 metrar langt.

Lidan er bygt á Ferus Smit skipasmiðjuni í Westerbroek í Niðurlondum í ár.

Føroyska smápartafelagið Spf. Thun, Føroyar er skrásett sum eigari. Felagið hevur frammanundan níggju skip skrásett í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

25 Leygardagur 05. oktober 2024

City Tórshavn fingið nýggjan leiðara

Siri S. Hansen tekur við eftir Súsonnu Sondum, sum hevur røkt starvið í nærum 20 ár

Siri S. Hansen (Mynd: Visit Tórshavn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiðara. Tað verður Siri S. Hansen, sum tekur yvir sum leiðari í City Tórshavn frá 1. november, eftir at Súsanna Sondum hevur røkt starvið í nærum 20 ár.

City Tórshavn, sum er partur av Visit Tórshavn undir leiðslu av Tordis K. á Rógvi Biskopstø, røkir tann kommersiella partin, so sum Mentanarnáttina, handilsvinnuna, Havnarkortið, Matstovudagar og mangt annað.

Siri S. Hansen skal sostatt samskipa tiltøk og skapa virksemið, lív og trivnað í býnum, handilsvinnuni, tænastuvinnuni, ferðavinnuni, vitjandi og borgarum at gagni.

Hóast nýggj í starvinum, hevur Siri S. Hansen drúgvar royndir úr m.a. handilsvinnuni og ferðavinnuni, har hon hevur samskipað tiltøk og átøk, arbeitt við sølu, samskifti, marknaðarføring og PR annars. Hon kemur við einari breiðari bakgrund bæði sum marknaðarleiðari og samskipari hjá SMS, og ábyrgdarblaðstjóri hjá Kvinnu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

26 Leygardagur 05. oktober 2024

Karin Margretha Húsgarð Larsen helt bestu snarrøðuna

Hon dugdi sera væl at lýsa eitt evni, sum er torskilt fyri nógv, um avleiðingarnar av hitnandi sjónum í Bankarennuni, segði dómsnevndin

(Mynd: Granskingarráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøku var ein snarrøðukapping við fýra luttakarum, har hvør luttakari fekk 150 sekund at greiða um eitt evni, sum tey sjálvi høvdu valt.

Dómsnevndin, sum metti um framløgurnar, varð samd um, at Karin Margretha Húsgarð Larsen helt bestu røðuna. Tey hildu talan vera um fýra sera áhugaverdar framløgur, sum settu viðkomandi spurningar og røðurnr høvdu eitt lætt skiljandi mál.

Um vinnaran segði nevndin, at hon dugdi sera væl at lýsa eitt evni, sum er torskilt fyri nógv, um avleiðingarnar av hitnandi sjónum í Bankarennuni. Hon byrjaði við at lýsa ein trupulleika, sum kundi tykjast at vera lítil, men sum framløgan gekk gjørdist greitt, hvussu økti hitin kann hava ávirkan á alla vistskipanina og veðurlagið, skrivar Granskingarráðið.

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá Heilsustýrinum, Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

27 Leygardagur 05. oktober 2024

Virkin oktober fyri fjórðu ferð

Við átakinum Virkin oktober, sum tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, eggjar Heilsustýrið einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at styrkja um trivnaðin og sálarligu heilsuna við at gera ymiskt virksemi í felag

(Savnsmynd: Heilsustýrið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fjórða árið á rað eggjar átakið, Virkin oktober, einstaklingum, arbeiðsplássum og øðrum felagsskapum til at styrkja um sálarligu heilsuna við at vera virkin á ymsan hátt. Átakið hevur ymsar álmanakkar við uppskotum fyri hvønn einstakan dag í oktober um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna.

Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Átakið koyrir eftir sama leisti sum áður við einum álmanakka til børn, einum til ung og einum til vaksin. Í ár er harumframt eisini ein tómur álmanakki, sum kann brúkast til antin at leggja ætlanir fyri ABC virksemi eftir egnum áhugamálum og lívsstøðu ella til at hugleiða og eftirmeta, hvussu tit sum bólkur t.d. á einum stovni ella skúla hava verið virkin eftir ABC-leisti. Virkin oktober koyrir eisini á Facebook- og Instagram-vangunum “ABC fyri sálarliga heilsu”.

Gransking vísir, at tess fleiri mátar vit eru virkin, tvs. sálarliga, sosialt, kropsliga og andaliga, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg tískil ikki bara um at røra seg, men eisini um at fáast við virksemi, ið gevur meining fyri og gleðir einstaklingin. Eggjað verður til at fáast við virksemi bæði einsamøll og saman við øðrum. Álmanakkarnir kunnu geva íblástur og gera okkum tilvitað um at raðfesta nakrar smáar løtur í gerandisdegnum, sum gera teg glaða/n. Í summum førum kann tað snúgva seg um at binda frið úti í náttúruni, og í øðrum førum um at fara til eitt tiltak saman við vinfólki, at spæla eitt borðspæl saman við familjuni ella gleða onnur uppá ymiskar mátar.

Afturboðanir frá avvarðandi at fólki við sálarligum avbjóðingum og frá fólki við góðari sálarheilsu hava verið, at álmanakkarnir eru eitt gott amboð til at gerast meira virkin og fáa íblástur til virksemi, ið skapar innihald og gleði í gerandisdegnum, skrivar Heilsustýrið í tíðindaskrivi.

Við átakinum eggjar Heilsustýrið einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at styrkja um trivnaðin og sálarligu heilsuna við at gera ymiskt virksemi í felag, t.d. í fríkorterinum, kaffisteðginum ella heima við hús.

Álmanakkarnir eru tøkir her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2024

28
Leygardagur 05. oktober 2024

Tað kundi verið ein feigdardagur, men teir bóru boð í bý

Minnispláta varð leygardagin avdúkað heima á Sandi – ikki um hending har menn sjólótust, men um hending tá tveir bátar fórust í illveðri, men allir 20 menninir vunnu upp land í sama báti

(Mynd: sandur.fo)
SkrivaÐ:

sandur.fo

Leygardagin var eitt minnismerki avdúkað heima á Sandi í sambandi við at Eplafestivalur var í bygdini.

Minnisplátan við ungmannafelagshúsið á Ljósafløtti skal minna á eina serliga hending, sum fór fram á havinum í 1940, tá óttast var fyri, at tríggjar bátsmanningar vóru sjólatnar, men tað vísti seg at allir vunnu upp land, men í einum báti.

Tað var Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur í sóknini, sum avdúkaði merkið við útgangsstøði í kenda sálminum hjá Thomas Kingo, sum byrjar við hesum orðum: Onga tíð eg frá mær váði...

Jákup Reinert Hansen vísti á, at talan var um eina stórhending, sum hendi henda dagin, tí talan var um størsta bragd, sum er framt av monnum heiman av Sandi.

Ódnarveður brast á

Heimasíðan hjá Sands kommunu greiðir soleiðis frá sjálvari hendingini:

Á morgni 14. mars 1940 fóru bátar av Sandi til útróðrar út á Hav. Tá liðið var út á seinnapartin, brast ódnarveður á, og tá ið náttin kom, vóru tríggir bátar við 20 monnum ikki komnir aftur at landi.

Teir tríggir saknaðu bátarnir vóru: Føroyingur, Vesturfarið og Riddarin, vanliga róptur Flúgvarin.

Nú er at siga frá bátunum, at teir sigldu inneftir í kavaroki og stormi. Vesturfarið sigldi undan, eftir hann, Føroyingur, og aftastur Flúgvarin. Siglt var stutt, so steðgaði motorurin á Flúgvaranum. Á Føroyingi var havt upp á mastur fyri at fáa Vesturfarið at steðga. Báðir bátarnir vendu útaftur til Flúgvaran, gjørdu fast á hann og sleipaðu so borð um borð inneftir. Stýrt varð eftir kumpassi, tí ikki sást fram um stavn fyri sjóroki og kavaroki, og náttarmyrkrið var komið á. Teir tríggir bátarnir komu undir land, men vistu ikki hvar. Flúgvarin var bundin í Føroyingin, men ólukkutíð rendi hann inn á róðrið á Føroyinginum, so teir máttu loysa hann og binda hann í Vesturfarið. Soleiðis lógu teir meginpartin av náttini.

- Føroyingurin var nú tungur við 20 sjódálkaðum monnum

Móti morgni gekk hann upp í norðan og vesturum til útnyrðing norðan. Vestfallið var komið, so tað bleiv óslætt hjá teimum at liggja har. Støðan bleiv nú álvarsom aftur, og á Vesturfarinum hildu teir seg ikki kunna hava Flúgvaran uppi í sær longur. Teir avgjørdu tí at fáa menninar á Flúgvaranum inn í sín bát og so sleppa honum. Hetta varð gjørt, men vanlukkutíð, tá ið allir eru komnir í Vesturfarið, og togið slept, kom tað um skrúvuna.  Motorurin steðgaði, og báturin lá lamin. Tá kom róp í, neyðarróp, so teir á Føroyinginum, sum tá var eitt sindur burturfrá, hildu, at hinir báðir bátarnir vóru farnir á land. Føroyingurin sigldi við fullari ferð til hinar báðar og inn ímillum teirra. Tá lupu allir úr Vesturfarinum og umborð á Føroyingin; Føroyingurin var nú tungur við 20 sjódálkaðum monnum og nakað av fiski, eini 1.200 pund.

Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyingi segði: ”Tá ið vit komu suður á Knæið, hugsaði eg, vit fóru. Vit fingu eitt brot oman móti okkum, men báturin tók tað, so einki kom inn í luv av tí. Men hann varð kastaður á síðuna, so tað stóð sprænurin aftur eftir í læ, tí allur stokkurin fór undir. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú søkkur tú, nú fer tú eftir liðini. Men báturin var avbera góður og lívligur í sjónum, so hann skræddi stokkin úraftur.”

Kláraðu akkurát inn um boðatangan

Móti morgni 15. mars kom Føroyingur inn um Boðan við 20 monnum, hinir báðir bátarnir sóust ikki aftur. Komnir inn móti Boðanum, sloknaði motorurin. Jóhan í Búðini blásti í tangan, og motorurin gekk aftur, júst so leingi, at teir náddu inn um boðabrotið, tá steðgaði motorurin og fekst ikki í gongd aftur. Teimum eydnaðist tó at koma á land úti á Eiðinum stutt innan fyri boðatangan.

”Tað sá út, sum Várharra var við í ferðini soleiðis, at vit allir skuldu bjargast,” segði Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyinginum.

”Vit eru allir afturkomnir, men í einum báti,” segði Hans Jacob í Toppigarðinum, ein av bátsmanningini á Flúgvaranum.

”Jú, jú, vit eru allir afturkomnir í øllum góðum,” segði Kristian á Túgvunum, sum var við Vesturfarinum.

Við Føroyinginum vóru: Jóan Petur í Skorti, formaður á bátinum, Hanus hjá Hanusar-Klæminti, Sofus hjá Rodmundi, Hans Jacob á Brekkuni, Jóhan í Búðini, Hildibrandur og Jens Klæmint.

Við Vesturfarinum vóru: Evald hjá Evu-Peturi, formaður á bátinum, Jóan Petur hjá Evu-Peturi, Kristian á Túgvunum, Gunnar í Skála, Jallgrímur og Torbjørn.

Við Riddaranum (Flúgvaranum) vóru: Jóan Petur undir Gøtuni, formaður á bátinum, Niels undir Gøtuni, Poul Nikels, Andrias hjá Mads, Hans Jacob í Toppigarðinum, Janus hjá Gretu og Sørin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

29 Leygardagur 05. oktober 2024

Leiklistaráðið fingið nýtt forfólk

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk

Leiklistaráðið hitti landsstýriskvinnuna á fundi 27. september (Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk í Leiklistaráðnum.

Margretha Nónklett, sum hevur røkt sessin síðani 1. januar í ár, hevur tikið seg aftur av persónligum ávum, boðar Almanna- og mentamálaráðið frá.

Rønn hevur starvast sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu síðani januar 2016. Sum mentanarleiðari varðar hon av skúla, mentan og frítíð, ferðavinnu, samskifti og miðling og arbeiðir við at byggja økið og deildina upp.

Rønn hevur eina masterútbúgving í tvørmiðlasamskifti frá KU og eina diplom í leiðslu frá Fróðskaparsetrinum. Harumframt hevur hon eitt nú starvast innan samskifti og marknaðarføring, sum samskiftisráðgevi í privatu vinnuni, verkætlanarleiðari og hevur eisini undirvíst á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Í Leiklistaráðnum eru Rønn Eliasen, forkvinna, Benjamin Gaasedal, Vár Berghamar Jacobsen, Ria Tórgarð, Heini Gaard, Barbara Hentze í Stórustovu og Arnfinnur Nesá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2024

30 Leygardagur 05. oktober 2024

Við Klintrimús í biograf 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein barna- og familjuteknifilmur vístur í biografinum á føroyskum. Fyrsta sýning av filminum um Klintrimús verður 11. oktobur í Havnar Bio 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í samstarvi við Havnar Bio vísir Kringvarpið í næstum væl kendu søguna hjá Thorbjørn Egner um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.  

Børn og vaksin kunnu saman seta seg at hyggja og uppliva nýinnspælda teknifilmin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu.  

Søgan, sum er skrivað fyrst í fimmtiárunum, hóskar sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. 

Og nú sleppa vit at síggja hesa kendu søguna á filmi, sum vit annars kenna so væl frá bókini og sum útvarpsleik. 

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Filmurin er sera væl teknaður, og eyðkennini hjá dýrunum kenna vit øll aftur í okkum sjálvum. 

Føroyska framleiðslutoymið hevur lagt seg eftir at finna røddir, ið passa saman og hóska til persónligheitirnar. Kringvarpið hevur lagt seg eftir at fáa málførini í Føroyum við.  

Eitt nú tosar Haru-Per suðuroyarmál, bakaradrongurin er úr Klaksvík. Konan á garðinum er úr Sundalagnum. Elgurin tosar vágamál, men revurin er úr Havn.  

Allur tónleikurin er nýinnspældur og nútímansgjørdur. Sangtekstirnir eru teir somu, og orðaval og týðing annars leggja seg tætt upp at tí upprunaligu týðingini hjá Eyðuni Johannessen.  

Einki aldursmark er sett á Dýrini í Vallbakkaskóginum, og filmurin egnar seg væl til øll børn og barnsligar sálir. Við hesum hava vit fingið ein kærkomnan teknifilm á føroyskum til alla familjuna, har fleiri ættarlið saman kunnu uppliva góðu, klassisku søguna hjá Thorbjørn Egner. 

Páll Danielsen er leikstjóri. Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum. Filmurin er 1 tíma og 15 minuttir til longdar. Atgongumerkini á 70 krónur eru til keyps á heimasíðuni hjá Havnar Bio. 

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

31 Leygardagur 05. oktober 2024

Heiðrikur í Gamla Seglhúsinum

Sýnir fram 12 akvarellmálningar, sum lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík frá fram til 25. oktober.

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Fernisering var í gjár. Framsýningin kann vitjast gerandisdagar frá 14 til 17 og sunnudagar frá 15 til 18.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

32 Leygardagur 05. oktober 2024

Lydia og Hanna vunnu stuttsøgukappingina

Søgurnar "Eg tími ikki í skúla í dag" og "Nýggju húsini" koma við í norðurlendskt stuttsøgusavn, ið verður útgivið til komandi norðurlendsku bókamessuna í Göteborg í septembur 2025

Hanna Højgaard, til vinstru, og Lydia Didriksen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í juli útskrivaði Bókadeild Føroya Lærarafelags barnastuttsøgukapping í sambandi við eina verkætlan um at geva út norðurlendskt stuttsøgusavn um felagsskap. Endamálið við verkætlanini er at styrkja samanhaldið í Norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk. 22 royndir og óroyndir høvundar lótu stuttsøgur inn.

Vinnarar av stuttsøgukappingini gjørdust Hanna Højgaard og Lydia Didriksen. Tær fáa 8.000 krónur hvør og sleppa eisini at luttaka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum í vetur.

Hanna Højgaard er úr Saltangará og starvast sum varaleiðari og økisnámsfrøðingur í dagrøktini í Klaksvík, har hon eisini er búsitandi. Hanna, ið er nýggj á føroyska bókmentapallinum, hevur bæði yrkt og skrivað stuttsøgur til vaksin í síni frítíð. “Eg tími ikki í skúla í dag” er hennara fyrsta stuttsøga til børn, og er samstundis fyrsta søga hjá Hannu, ið verður útgivin.

Lydia Didriksen er úr Havn og er útbúgvin lærari og MA í føroyskum máli og bókmentum. Hon arbeiðir sum undirvísari og er partur av krabbatoyminum, sum er eitt samstarv millum Bókadeildina og Nám, ið ger lættlesibøkur. Lydia hevur drúgvar royndir sum rithøvundur og týðari, umframt at hava ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild. “Nýggju húsini” er heitið á vinnandi barnastuttsøguni hjá Lydiu.

Vinnarasøgurnar báðar skriva seg inn í vandamál, sum øll kenna seg aftur í. Tær viðgera truplar støður og evni, ið fylla nógv í gerandisdegnum hjá børnum. Rithøvundarnir arbeiða ymiskt við evninum felagsskapi.

Allar søgurnar í norðurlendska stuttsøgusavninum verða týddar og útgivnar á øðrum norðurlendskum málum, umframt føroyskum. Savnið verður útgivið til komandi norðurlendsku bókamessuna í Göteborg í septembur 2025.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

33 Leygardagur 05. oktober 2024

Tíggjunda krýnikan er hin síðsta

Jógvan Arge viðgerð útróður í Íslandi og Toskakríggj í Mín krýnika 10

 
SkrivaÐ:

Innsent

10. útgávan av “Mín krýnika” eftir Jógvani Arge er nú útkomin. Sambært høvundanum sjálvum, verður hetta síðsta krýnikan frá honum. Í krýnikunum hevur Jógvan viðgjørt nógv ymisk evni, sum hann minnist, og sum hann hevur viðgjørt sum tíðinda- og útvarpsmaður.

Í 9. krýnikuni gekk leiðin til Íslands, og í hesi síðstu í røðini verður hildið fram í Íslandi við at siga frá føroyskum útróðri og fiskiskapi annars í Íslandi og so stríðið fyri 12 fjórðinga fiskimarkinum, eisini kallað Toskakríggið:

Lagt verður fyri við Jákupi Fr. Øregaard, sum á ungdómsárum fiskaði nógv við Ísland og eitt summar róði út á Vattarnesi. Birtu Jógvan í Miðvági sigur frá vandafullu heimferðini við “Vaagen” í 1888. Jákup bóndi á Biskupsstøð sigur frá útróðri á Seyðisfirði og bátum, sum hann smíðaði bæði føroyingum og íslendingum.

Tríggir brøður úr Grótinum vóru leingi á Seyðisfirði. Teir vóru Jógvan, Klávus og Christian í Grótinum, sum saman við øðrum fingu deksbátin “Havfrúnna” smíðaðan. Hann var fyrsta føroyska far, sum sigldi við motori millum lond. Á Eysturlandinum var norski Otto Wathne nógv úti um seg og bæði kvinnur og menn úr Føroyum arbeiddu hjá honum.

Í bókini er nógv nýggj vitan um føroysku útróðrarplássini á Eysturlandinum, sum føroyingar brúktu frá 1875 til 1949. Teir, sum vóru norðuri á Skálum, hildu seg tjena góðar pengar. Leirvíkingar hildu seg liggja væl fyri á Vattarnesi. Stundum royndust eisini Bakkafjørður, Seyðisfjørður, Norðfjørður og onnur pláss væl.

Føroyingar fóru at fiska við íslendskum trolarum í 1950-unum, tá okkara floti minkaði. Við teimum tjentu føroyingar væl til 1959, tá íslendingar aftur fóru at pilka við krónuna, sum gjørdi úrtøkuna ov lítla í føroyskum pengum. Í 1955 vóru heilir 13 føroyingar við trolaranum “Jón Baldvinssyni”, tá hann fór á land á Reykjanesi. Allir vórðu bjargaðir.

Íslendingar stríddust samstundis fyri 12 fjórðinga fiskimarki. Fyrsta toskakríggið var ein bardagi upp á lív og deyð hjá íslendsku tjóðini. Skuldu teir megna at stýra landinum sjálvir, máttu teir eisini stýra tilfeinginum kring landið.

Fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar í 1958. Tá brast fyrsta toskakríggið á. Flestu lond, sum fiskaðu undir Íslandi, góðtóku útflytingina, men bretar sendu fleiri herskip til Íslands at verja sínar trolarar fyri íslendsku sjóverjuni. Bretsku trolararnir høvdu boð heimanífrá um at fiska innanfyri nýggja markið, sum einans Bretland ikki hevði góðtikið. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

34 Leygardagur 05. oktober 2024

Kris Kristofferson deyður

Amerikanski sangarin og sangskrivarin, sum fleiri ferðir vitjaði í Føroyum, gjørdist 88 ár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski sangarin Kris Kristofferson andaðist leygardagin í heimi sínum í Maui á Hawaii. Hann gjørdist 88 ára gamal.

Familjan hjá Kris Kristofferson skrivar í kvøld soleiðis á sosialu miðlunum.

“Tað er við tungum hjarta, at vit deila tíðindini um, at okkara maður, pápi, abbi, Kris Kristofferson doyði friðarliga leygardagin 28. september í heiminum hjá sær. Vit eru so signað fyri okkara tíð saman við honum. Takk fyri tykkara kærleika hesi mongu árini, og tá tit síggja ein ælaboga, vita tit, at hann smílist niður til okkum øll”.

Kris Kristofferson er gitin fyri at hava skrivað nógvar góðar og stundum øðrvísi sangir. Mest kendir munnu vera “Sunday Mornin coming Down”, “Help Me make it through the Night”, “For the good Time” og “Me and Bobby McGee”.

Kris Kristofferson var eisini dugnaligur sjónleikari og spældi við í fleiri filmum, eitt nú “Alice doesn’t live here Anymore” hjá Martin Scorsese frá 1974 og “A Star is Born” saman við Barbra Steisand frá 1976.

Kris Kristofferson var kendur í Føroyum og vitjaði í Føroyum minst tríggjar ferðir. Hevur hildið konsertir í Norðurlandahúsinum, í Reinsarínum og var eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í 2017. Hann og Tummas Justinussen vóru heilt tættir vinir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

35 Leygardagur 05. oktober 2024

Watson fongslaður í tríggjar vikur afturat

Spurningurin um útflýggjan er nú klárur hjá danska løgmálaráðnum at taka støðu til

Paul Watson á veg inn í rættarhølið í Nuuk í dag (Mynd: Sermitsiaq)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rætturin í Nuuk í Grønlandi avgjørdi mikudagin at leingja fongslingina hjá Paul Watson við trimum vikum til 23. oktober.

Paul Watson varð fongslaður í Nuuk fyri góðum trimum mánaðum síðani eftir at hann varð handtikin 21. juni á skipinum John Paul de Joria, sum bunkraði í grønlendska høvuðsstaðnum á veg yvir í Kyrrahavið gjøgnum útnyðringsleiðina norður um Kanada.

Grønlendska løgreglan valdi – eftir eitt prei frá føroysku løgregluni – at handtaka umstrídda umhvørvisstríðsmannin, tí Japan hevur sent út boð um at handtaka mannin, so hann kann rættarfylgjast í Japan.

Í góðar tríggjar mánaðir hevur Paul Watson nú bíðað eftir at danska løgmálaráðið skal taka støðu til um hann skal útflýggjast til Japans ella ikki.

Á rættarfundinum mikumorgunin kom fram, at grønlendska løgreglan er liðug við sínar kanningar.

Grønlendski miðilin, Sermitsiaq, skrivar at úrslitið av hesum kanningum eru sendar til danska løgmálaráðið, og at nú er klárt hjá løgmálaráðnum at taka avgerð. Avgerðin hjá løgmálaráðnum kann leggjast fyri rættin í Grønlandi og møguliga kærast víðari til landsrættin, skrivar Sermitsiaq.

Verjin hjá Paul Watson royndi enn einaferð á rættarfundinum at fáa loyvi til at grundgeva fyri, at tær gerðir, ið Watson er skuldsettur fyri, als ikki vóru vandamiklar fyri japansku hvalafangararnar. Talan er um eina hending, sum fór fram í Suðuríshavinum í 2010.

Men rætturin vísti hesum aftur.

Watson er skuldsettur fyri at vera sekur í, at potansýra varð tveitt eftir japansku hvalafangaranum, og at ein persón kom til skaða í hesi hending. Slík verður bert gjørt, um ein hevur ætlanir um at skaða fólk, hevur ákærin víst á.

Ákæruvaldið hevur allatíðina mælt til at halda Watson fongslaðan, tí tað er hent fyrr, at Watson er rýmdur úr landinum – tað hendi í Týsklandi – meðan viðgerðin um eina møguliga útflygging til Japans hevur verið viðgjørd.

Watson fekk á rættarfundinum í dag høvi til at taka orðið, og hann segði:

- Tað er ikki eg, sum havi framt brotsverk – tað er japanska samfelagið, sum aftur og aftur brýtur altjóða avtalur, segði Watson, sambært Sermitsiaq, og hann ákærdi eisini Japan og Danmark fyri at “halda saman” í hesum máli.

Av tí at ákærurnar móti Watson kunnu geva fongsul upp í eitt ár, so helt rætturin í Nuuk ikki, at nakað var til hindurs fyri at leingja fongslingina í tríggjar vikur afturat.

Avgerðin verður enn einaferð kærd til landsrættin, skrivar Sermitsiaq.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

36 Leygardagur 05. oktober 2024

Jimmy Carter fyrsti amerikanski forsetin at fylla 100

Demokraturin, sum var forseti frá frá 1977 til 1981, hevði serstakan føðingardag týsdagin

Mynd: EPA
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann varð føddur 1. oktober 1924 í lítlu bygdini Plains í statinum Georgia. Sum ungur var hann bæði í amerikanska herflotanum og virkaði eisini sum bóndi.

Síðani byrjaði politska yrkisleiðin hjá Jimmy Carter. Hann var guvenørur í Georgia í 1971-1975, og so setti hann eyguni eftir Washington D.C.

Carter stillaði upp í 1976, og vann á sitandi forsetanum, Gerald Ford. Oljukreppa, stríð við kongressuna og stríðið við Sovjett í hæddini á Kalda Krígnum vóru millum tað, sum settu sín dám á tíðina í Hvítu Húsunum.

Í 1980 stillaði Ronald Reagan upp ímóti Jimmy Carter, og republikanarin snøgt sagt hølvaði sitandi forsetan av.

Carter er ikki millum teir allarkendastu ella best umtóktu amerikansku forsetunum, men hann hevur havt diplomatiskar leiklutir seinastu umleið 40 árini.

[object Object][object Object][object Object]
Ymsastaðni varð veruliga gjørt vart við, at Jimmy Carter hevði 100-ára føðingardag - millum annað í heimbýnum í Georgia og við Hvítu Húsini (Myndir: EPA)

Jimmy Carter er tann fyrsti fyrrverandi forsetin í USA, ið hevur havt 100-ára føðingardag.

Sum vera man hevur Jimmy Carter havt nakrar heilsutrupulleikar seinastu árini. Kona hansara, Rosalynn Carter, andaðist í fjør.

[object Object]Rosalynn og Jimmy Carter avmyndað í 2006 (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

37 Leygardagur 05. oktober 2024

Ísrael dripið Hamas-leiðara í Libanon

Sambært Hamas, lat Fateh Sherif Abu el-Amin lív í einum ísraelskum álopi í sunnara parti av Libanon

Beirut, Libanon (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fateh Sherif Abu el-Amin, leiðari hjá hernaðarligu Hamas-rørsluni í Libanon, er dripin í einum ísraelskum álopi í sunnara parti av Libanon.

Tað boðar Hamas frá mánamorgunin sambært tíðindastovuni Reuters.

Boðað varð eisini frá, at fleiri familjulimir hjá Fateh Sherif Abu el-Amin eisini lótu lív í álopinum.

Tað var Hamas, sum stóð aftan fyri álopið á Ísrael 7. oktober í fjør, og seinasta árið hevur kríggj verið í Gazageiranum.

Fríggjadagin varð leiðarin av libanesisku Hizbollah-rørsluni, Hassan Nasrallah, dripin í einum ísraelskum loftálopi á høvuðsstaðin Beirut. Tað er ikki greitt, um Hamas-leiðarin eisini lat lív í hesum álopinum, ella um talan er um eitt nýtt álop.

Síðst í juli varð, Ismail Haniyeh, ovasti politiski leiðarin í Hamas, eisini dripin í iranska høvuðsstðanum Teheran. Sambært Hamas var tað Ísrael, sum stóð aftanfyri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

38 Leygardagur 05. oktober 2024

Myllulív í Neshaga

Umvælingarnar av myllunum í Neshaga ganga væl, og nú er aftur lív í trimum av teimum fimm myllunum

(Mynd: sev.fo)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umboð fyri Enercon byrjaðu fyrr í summar at skifta generatorar á myllunum í Neshaga. Slíkt arbeiði við høgum kranum og presisjónsarbeiði í hæddum krevur serliga góð veðurlíkindi, so tí hevur drigið út.

Nú eru tó allir generatorarnir skiftir (mylla 4 tó í fjør), og royndarkoyring er byrjað av myllunum.

Í løtuni mæla tríggjar myllur í Neshaga, og gongst sum ætlað verður lív í øllum fimm myllunum innan fyri komandi tvær vikurnar skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

39 Leygardagur 05. oktober 2024

- Tími ikki nakað tvætl við at fara til næstbestu deildarnar í Skandinavia

- Um eg skal fara úr NSÍ aftur, so skal tað vera meira spennandi enn Hjørring ella Norðurnoreg. Tað staðfestir Petur Knudsen, sum eisini heldur seg fáa hjálpt meira á landsliðnum, enn hann fær møguleikan til nú

 -  At fara í næstbestu deildarnar í londunum kring her, tað liggur ikki í kortunum. Tað eru ikki vánaligar deildir ella nakað, men tað havi eg líkasum roynt. Tá tími eg betri at kappast um heiðursmerki og annað við NSÍ, staðfestur Petur Knudsen. Hann hevur sáttmála við barndómsfelagið til og við 2026
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg havi ein sáttmála, sum er galdandi næstu tvey kappingarárini eisini. Eg havi ikki avskrivað at fara uttanlands aftur, men eg tími ikki nakað tvætl við at fara til næstbestu deildarnar í Skandinavia. Hetta havi eg roynt og havi víst, at eg klári tað - havi eisini víst at kann standa meg væl í tí bestu deildini í Skandinavia.

Tað var ein bersøgin Petur Knudsen, sum fyri stuttum úttalaði seg til Portalin um, hvar hann spælir næsta ár - um hann møguliga fer út um landoddarnar aftur at royna seg.

- Tími ikki nakað tvætl í Skandinavia

Petur kom aftur til NSÍ síðsta vetur, og er hann høvuðsorsøkin til, at NSÍ liggur til evropeiskt pláss í løtuni. Tølini tala fyri seg: Sambært bolt.fo hevur kviki og ágangandi vongurin úr Saltangará 32 málstig í løtuni - tað eru 15 mál, næstflest í Betrideildini, og 17 upplegg, flest í Betrideildini. Petur Knudsen fer helst at taka metið.

Hann hevur sáttmála við NSÍ fyri 2025 og 2026, men tað er áhugi fyri 26-ára gamla landsliðsspælaranum aðrastaðni. Tað var í ein mun væntað, at støðgurin í NSÍ ikki fór at vera langur. Evnini í álopskenda spælinum hevur hann avgjørt til meira enn Føroyar. Hetta vísti vongurin millum annað í Lyngby í serliga 2021 (í næstbestu donsku deildini) og í 2023 (Superliguni) - tá hann var heilt til reiðar at spæla.

[object Object]
Petur Knudsen vendi aftur frá skaða og var við at skapa og skora týðandi mál fyri Lyngby, so at liðið helt sær í Superliguni í 2023. Síðani fór hann at royna seg í USA - nakað, ið ikki eydnast so serliga væl

Petur Knudsen ger nú tað púra greitt, at um hann skal fara úr barndómsfelagnum aftur, so skal tað "ikki vera nakað tvætl í Skandinavia":

- At fara í næstbestu deildarnar í londunum kring her, tað liggur ikki í kortunum. Tá tími eg betri at kappast um heiðursmerki og annað við NSÍ - enn at liggja og tvætla í næstbestu deildunum í Skandinavia. Um tað er, so hyggi eg heldur longur. Og um eitt tilboð kemur úr einari heilt góðari deild, so skal eg ikki avskrivað tað, men sum sagt: Eg havi ein trý-ára sáttmála og virði hann, so leingi einki annað meira spennandi liggur á borðinum.

- So tað er antin okkurt heilt spenanndi uttanlands ella barndómsfelagið næstu árini?

- Ja, ja. So skal tað vera okkurt, har eg síggi, at man kann blíva ein betri fótbóltsspælari og okkurt meira spennandi enn at spæla í Hjørring ella onkustaðni í Norðurnoregi; ella sum heild í næstbestu deildunum. So um eg sleppi fram við Skandinavia, so kann tað verða, at eg fari avstað aftur.

Deildunum er einki galið við, og landsliðsspælarin skilur, at hetta kunnu vera góð fet. Tað er bara ikki fyri hann beint nú:

- Tað er ikki tí, at eg haldi, at hasar deildirnar eru vánaligar, ella at spælarar ikk i kunnu flyta seg har. Tað er bara tað, eg havi roynt nakað líknandi, og eg vil nakað annað, um eg fari uttanlands aftur, slær Petur Knudsen fast.

Taka ein dyst í senn í Runavík

Við javnleikinum móti B36 fyri 13 døgum síðani tryggjaði NSÍ, at frástøðan á fimm stig helt. Tað er hon framvegis, nú bæði liðini hava fýra dystir eftir. Tá vit tosaðu við Petur Knudsen eftir javnleikin í Gundadali viðurkendi hann, at tað var ein lætti á degnum at fáa stig - hann vildi tó ikki siga nógv meira um týdningin av 4. plássinum.

- Okkara málsetningur fyri árið var at enda í topp-fimm, og tað klára vit. Nú taka vit bara ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkir.

- Kann fáa fleiri mál fyri landsliðið

Petur Knudsen var 23-ára gamal, tá hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2021. Hetta hóast hann hevði verið álopskendur profilur í Betrideildini í nøkur ár og eisini ársins spælari í 2020.

Samanlagt hevur Petur spælt 17 A-landsdystir. Bert einaferð hevur hann spælt frá byrjan í kappingardysti: Tað var sum einsamallur áleypari á Tórsvølli móti Kekkia í EM-undankappingini í fjør. Føroyar fingu einki at hanga saman tann dagin, og taptu 3-0.

Síðani fekk Petur løtur móti Albania (heima tríggjar dagar seinni) og í Noregi, men annars samanlagt fáar landsliðsminuttir restina av árinum - millum annað null minuttir í tveimum dystum eftir at hann varð komin úr USA, har vongurin misti endaspælsdystir afturfyri.

[object Object]
Petur Knudsen til landsliðsvenjing. Hann verður heilt víst í hópinum, sum Håkan Ericson úttekur til lagnudystirnar móti Lettlandi og Armenia í oktober. Spurningurin er so, hvønn leiklutin mest vandamikli spælarin í Betrideildini í ár fær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein álvarsamur skaði í 2022 hevur órógvað A-landsliðstíðina, men tað er sum skilst serliga vantandi áræði í verjukenda spælinum og kapping við annað slag av spælarum, sum forðar fyri, at Petur Knudsen fær meira spælitíð á hansara nátúrliga plássi sum vinstri vongur - ella spælitíð sum heild. Hann byrjaði eisini á bonkinum í dystunum móti Norðurmakedonia og Lettlandi í september. Portalurin hevur spurt Petur um hansara støðu á landsliðnum.

Tú ert komin upp um 30 málstig men byrjar ikki inni á landsliðnum - einum liði ið sum heild hevur trupult við at skapa málmøguleikar og at skora mál. Hvussu hongur tað saman?

- Ja, tú spyrt tann skeiva persónin handan spurningin. Men eg havi so spælt í fimm landsdystum í ár, og føli at í hvørjum dysti havi eg skapt ein stóran málmøguleika ella eri komin til ein stóran málmøguleika. Havi eisini fingið eitt mál (Estland í Baltic Cup, red.) og verið nær við at fingið fleiri...vit hava ikki skorað so nógv mál seinastu tíðina á landsliðnum, og tað haldi eg, at eg kann hjálpa við. Men tað er jú landsliðsvenjarin, sum tekur støðu til hvør spælir.

[object Object]
Petur Knudsen skoraði í venjingardysti í Estlandi fyrr í ár, tá hann byrjaði inni. Hetta var hansara fyrsta A-landsliðsmál. Hann átti eisini havt skorað í Riga herfyri, tá hann kom inn (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Hann kom inn í Lettlandi sum høgri vongur, og kom til størsta føroyska málmøguleikan. Petur kundi og átti havt javnað til 1-1 seint í dystinum eftir hart og gott innlegg frá Adrian Justinussen úr vinstru - ein annar álopskendur profilur, sum ikki hevur spælt serliga nógv á A-landsliðnum. 

- Ja, sjálvandi irði eg meg nógv um handan møguleikan. Eg skuldi bara rakt málið, so hevði tað verið 1-1. Men hatta slagið av innleggi - sjálvt um tey eru góð - so eru tað ofta trupul at halda bóltinum nirði, tá hann kemur fram, tí tey eru so hørð. Eg komi eisini til bóltin við skeiva beininum, og raki hann kanska ov væl. Men jú...handan skal eg skora uppá.

Umframt leiklultin sum innskiftari á vonginum - vinstra og høgra - hevur landsliðsvenjartoymi roynt Petur Knudsen sum einsamallan áleypara. Hetta riggaði fínt í venjingardysti í Oslo í fjør, men heildarmyndin higartil er, at ein av vandamiklastu álopskendu spælarunum í føroyskum fótbólti seinastu árini, sum eisini vísti seg væl fram í donskum fótbólti, tá hann var heilt tøkur, ikki hevur foldað seg út á A-landsliðnum enn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2024

40 Leygardagur 05. oktober 2024

Víkingur skúgvaði allan iva til viks - bíða nú eftir steypinum

Oddaliðið vann 5-0 á niðurflytarunum, sum einki høvdu at bjóða uppá. ÍF fekk eisini beinleiðis reytt kort fyri steðgin, meðan álopsmaskinan hjá Víkingi helt náðisleyst fram

Víkingarnir fingu fimm mál, og nú eitt nærum tryggjað FM (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað endaði 5-0 í Sarpugerði í gjárkvøldið, og tað kundi verið mangt slíkt. Eitt vælspælandi Víkinga-lið skapti eitt hav av mámøguleikum móti einum mótleysum niðurfluttum ÍF-liði.

Jákup Johansen setti hol á tíðliga, og tá hann økti í 63. minutti var eingin ivi longur. 

[object Object]
Royndi strandingurin Jákup Johansen var nær við at vinna FM við júst ÍF í 2012 - í gjár sendi hann Víkingi so nær við FM sum møguligt, uttan at tað er avgjørt (Mynd: Sverri Egholm)

Tá spældi ÍF við tíggju monnum, tí Ruben Møller Nielsen fekk reytt kort fyri ógvusliga og fullkomiliga óneyðuga takkling móti vælsspælandi Olafi Bárðarsyni.

Jørgen Nielsen og innskiftu Aron Jarnskor Ellingsgaard og Finnur Justinussen øktu, so tað endaði 5-0. Tað er helst ikki skeivt at siga, at FM-veitslan er byrjað í Sarpugerði - hóast tað ikki heilt endaliga er uppá pláss. 

Fleiri myndir frá dystinum

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

KÍ útsetti FM-veitsluna eitt sindur

NSÍ javnaði til 1-1 fimm fyri steðgin og hevði gyltan møguleika at økja um munin beint fyri steðgin, tá brotsspark varð dømt. Mark F. Jensen bjargaði tó royndini frá Peturi Knudsen, og í 2 hálvleiki avgjørdi KÍ dystin.

Tað vóru "sjálvandi" Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð, sum stóðu fyri málinum - Árni legði upp til máli hjá Pálli við góðum frísparksinnleggi. Hetta eru teir báðir stóru álopskendu profilarnir, ið hava longt sáttmála seinastu vikuna.

Teir tryggjaðu, at KÍ vann 11. sigurin á rað í Betrideildini. Ein góð røð, og hon heldur Víkingi frá at endaliga verða meistari. Tað er tó greitt nú, at Víkingur verður meistari: Tveir dystir eftir, seks stig og 31 mál á muni. 

Hjá NSÍ var talan um annan ósigurin á rað. Um B36 vinnur í Streymnesi í dag, so er bert eitt stig á muni í topp-fýra stríðnum undan tveimum teimum seinastu umførunum - tey verða spæld eftir landsliðssteðgin.

[object Object]Illfýsið at spæla á Svangaskarði í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Óbroytt støða um 8. plássið

Óguvliga illfýsi og heilt nógv uppá spæl og tað merkir, at tað varð ógvuliga rótut á Svangaskarði í gjárkvøldið.

Nógv fólk vóru til staðar. Fótbóltsspælið var einki at rópa hurrá fyri, men menn løgdu heilt nógv fyri, og tað var inntenst.  Ein ávísur nervi var í dystinum, og liðini høvdu hvør sín stóran møguleika seint eftir dystinum: Báðir vóru eftir at mótsstøðuliðið bóltin í uppspælinum.

Tey bæði málini í dystunum komu beint fyri steðgin. Fyrst sló danin Nicolai Dohn til fyri Skála, men í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði Jóhan Josephsen til 1-1. Hetta var annan dystin á rað, at ungi leigusveinurin úr KÍ skoraði.

Málið kann fáa stóran týdning fyri B68, sum í minsta lagi heldur sambandi til Skála. B68 skal tó helst vinna á EB/Streymi (heima) ella NSÍ (úti) fyri at koma upp á 8. plássi.

Sí myndir frá dystinum

Skála hevur NSÍ (heima) og síðani B36 (úti) eftir. Í løtuni hava uppflytarnir verri málúrttøku.

Tað er ikki vist, at liðið, ið endar á 9. plássi flytir niður. Við núverandi støðu í 1. deild - tveimum næstbestu liðum í topp-trý - verður ein dystur um upp- og niðurflyting.


25. umfar í Betrideildini 
Fríggjadagin 03. oktober

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
07' 1-0 Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar)
63' 2-0 Jákup Johansen
71' 3-0 Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 
82' 4-0 Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson)
85' 5-0 Finnur Justinussen (Ari Olsen) 

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' 1-0 Sjálvmál
41' 1-1 Steffan Løkin (Petur Knudsen)
60' 2-1 Árni Frederiksberg (Claes Kronberg)
68' 3-1 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' 0-1 Nicolai Møller Dohn (Maxwell Machael Effiom)
45+2' 1-1 Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelssen)

Støðan 
1. Víkingur 69 stig (+62)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 52 stig*
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig*
6. 07 Vestur 27 stig* 
7. EB/Streymur 22 stig*
8. Skála 19 stig
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig

* Ein dyst færri

Komandi dystir

í dag kl. 16: HB - 07 Vestur
Í dag kl. 17: EB/Sstreymur - B36 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

41 Leygardagur 05. oktober 2024

Eingin slingur í valsinum á Skála

Sannførandi 3-0 sigur til Víking, sum legði upp til at kunna fáa FM í hús í gjárkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gjørdist ikki nakar snávingarsteinur fyri Víking á Skála, tá seinasti dystur í 24. umfari varð spældur mánakvøldið.

KÍ hevur lagt eitt sindur av trýsti á seinastu vikuna, men liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen kom aftur á sigurskós við 3-0 sigri.

Tað var strandingurin Jákup Johansen, sum fekk hol á eftir hálvan tíma. Víkingur avgjørdi fyrsta korterið eftir steðgin: Fyrst skoraði Sølvi Vatnhamar brotsspark, og síðani gjørdi Skála sjálvmál eftir gott innlegg frá Olafi Bárðarsyni - annars hevði Finnur Justinussen gjørt arbeiði liðugt.

Trý mál og trý stig: Og Víkingur er nú trý stig frá FM. Vinnur Víkingur á ÍF í Sarpugerði fríggjakvøldið (- í gjárkvøldið, -red.), so kann KÍ við yvir 99 prosent vissu ikki fáa Víking aftur.

Myndir frá dystinum her

Víkingur er seks stig og 29 mál betri enn trýfaldu føroyameistararnir undan trimum teimum seinastu dystunum.

KÍ tepran sigur í Vágum

Trýfaldu føroyameistararnir, KÍ, áttu at komið til Sørvágs við høgum sjálvsáliti eftir 2-1 sigurin í Sarpugerði farna vikuskiftið. Um so var, so sást tað ikki.

KÍ spældi uttan ferð, hugflog og góðsku meginpartin av dystinum, meðan 07 Vestur bjóðaði av. Espen Haug hevði valt eina 3-4-3/5-4-1 leikskipan frá byrjan, men hetta riggaði als ikki.

Skipanin varð broytt til seinna hálvleik, har KÍ avgjørdi dystin. Talan var um eitt vælspælt álop í høgru: Árni Frederiksberg sendi Jóannes Kalsø Danielsen avstað inn í brotsteigin, bakkurin legði hart og flatt innfyri til Páll Klettskarð, sum ótarnaður kundi seta innarusíðu á.

Hetta var so at siga tað einasta, sum KÍ veruliga skapti. 07 Vestur vantaði tó seinasta fyri at veruliga hótta sigurin - liðið hjá Dan Brimsvík sá vælskipað út, men fekk einki burturúr dystinum: Heldur ikki eftir at Odmar Færø fekk beinleiðis reytt.

Hetta var, tá fimm minuttir vóru eftir. Tað var eftir stórt mistak hjá roynda miðverjanum, sum hálaði í neyðbremsuna.  

Emil Grønn Pedersen skeyt beinleiðis frísparkið uppum, og tað endaði 0-1.  Harvið hevur KÍ trý stig og 25 mál upp til Víking - og tíggju sigrar á rað. 

Spældu minuttirnar, ið eftir vóru av dystinum, týskvøldið

Mest umrøddi dysturin hetta vikuskiftið gjørdist botndysturin í Fuglafirði millum ÍF og B68.

Tá umleið tveir minuttir vóru eftir av dystinum varð dysturin blástur av orsaka av at ein áskoðari small um á áskoðara plássinum uppi á berginum í Fløtugerði.

Tá høvdu toftamenn tryggjað sær eina trivaliga 3-1 leiðslu.

Myndir frá dystinum sunnudagin her

Myndir frá seinastu minuttunum týsdag her

At byrja við frættist, at dómari og venjararnir vóru samdir um at blása dystin av.

Seinni kom so fram, at heimildir vóru ikki fyri hesum sambært fótbóltsreglunum, og venjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen, var heldur ikki samdur um, at semja var um at laga 3-1 vera úrslitið av dystinum.

Hann vildi hava, at ein nýggjur dystur varð spældur.

Kappingarnevndin hjá fótbóltssambandinum tók hinvegin avgerð um, at teir seinastu minuttirnir av dystinum skuldu spælast, og tað skuldi vera týskvøldið. Liðini møttust aftur, spældu umleið fimm minuttir - hálvan annan minutt, sum ver eftir av dystinum, umframt longda leiktíð.

Onki mál kom í uppafturtiknu minuttunum.

Les eisini: Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði

Les eisini: Tí varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur

Betrideildin 24. umfar

Skála - Víkingur 0-3 (0-1)
30' 0-1 Jákup Johansen (Bergur Gregersen)
50' 0-2 Sølvi Vatnhamar (br.)
61' 0-3 Sjálvmál

07 Vestur - KÍ 0-1 (0-1)
66' 0-1 Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-1

Reytt kort: Odmar Færø (86')

EB/Streymur - NSÍ 4-1 (0-1)
33' 0-1 Betuel Hansen (Petur Knudsen)
48' 1-1 Kristian Svabo Eliasen
50' 2-1 Jóhann Hansson Joensen 
73' 3-1 Filip Djordjevic, br.
87' 4-1 Filip Djordjevic (Boubacar Dabo)

Reytt kort: Mikkjal Hellisá (88') - seinna gula

B36 - HB 2-2 (1-1)
16' 1-0 Marius Kryger Lindh (Jógvan Gullfoss)
37' 1-1 Jákup Thomsen (Ári Jónsson)
45+1' 2-1 Hannes Agnarsson (Marius Kryger Lindh)
54' 2-2 Ári Mohr Jónsson (Jákup Thomsen)

ÍF - B68 1-3 (1-1)
12' 0-1 Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen)
21' 1-1 Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov)
49' 1-2 Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 
71' 1-3 Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen)

Støðan: 
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
9. B68 17 stig
10. ÍF 7 stig

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 16: HB - 07 Vestur
Leygardagin kl. 17: EB/Streymur - B36

Tríggir dystir vórðu spældir fríggjakvøldið: Víkingur-ÍF, KÍ-NSÍ og B68-Skála ÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

42 Leygardagur 05. oktober 2024

Magnus Powell settur sum KÍ-venjari

Tað verður 49-ára gamli sviin, við fortíð í 07 Vestur, sum tekur við róðrinum í Klaksvík. - Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast, sigur Magnus Powell

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eftir tað var okkum greitt at Espen Haug endar sítt starv nú í heyst, hava vit leitað eftir avloysa. Valið er fallið á Magnus, sum vit halda hevur royndir og førleikar til at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og vera við í menningini í tí fótbóltsfakliga arbeiðnum í felagnum.

Soleiðis sigur formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, við heimasíðu felagsins í sambani við venjarasetanina.

Kunngerðin kom týsdagin umleið ein tíma eftir, at Portalurin kundi fortelja, at Magnus Powell mest sannlíkt og eftir øllum at døma fór at taka við í Klaksvík.

49-ára gamli sviin hevur seinastu 16 árini verið venjari í serliga næstbestu deildunum í Svøríki og Noregi.

Á sumri 2021 tók hann við hjá 07 Vestur, og leiddi liðið til trygt sæti í Betrideildini sum uppflytari, umframt at sviin flutti liðið nógv.

Síðani keypti Östersunds FK Magnus Powell leysan úr 07 Vestur. Har hevur hann verið venjari frá januar 2022 fram til 12. sepmteber í ár, tá venjarin sjálvur segði seg úr starvi - møguliga fyri at taka starvið í Klaksvík heldur. Sum okkara keldur vístu á, hava partarnir tosa saman í eina tíð.

- Hetta er ein avbjóðing, sum eg við eldhuga og eyðmýkt fari í holt við. Eg vil takka felagnum fyri góðar samrøður í hesi tilgongdini. Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast at fylgja dysti, hitta leikarar, leiðslutoymi og starvsfólk í felagnum. KÍ er eitt toppfelag, sum eg veit setir høg krøv, bæði í mun til úrslit og góðskuna  á vøllinum. So tíðin fram til januar verður týdningarmikil fyri okkum at fáa í lag eitt sterkt toymi av leikarum og hjálparfólki so vit kunnu halda fram við menningini, felagið higartil hevur havt. Fyri meg persónliga gleði eg meg at fáa eitt innlit í, hvussu felagið verður rikið, málsetingarnar hjá felagnum og virðisgrundarlagið. Og at enda gleði eg meg til at hitta øll í og ​​rundan um felagið.

Soleiðis sigur Magnus Powell sjálvur við ki.fo. Eftir ætlan skuldi hann koma til Klaksvíkar í vikuni og byrjar formliga í starvinum eftir ársskiftið, men sum hann nevnir: Arbeitt verður eisini í tíðini fram til ársskiftið.

Talan er um ein tvey-ára sáttmála, skrivar ki.fo. Powell avloysir Espen Haug, sum byrjaði sum hjálparvenjari í Klaksvík, síðani var norðmaðurin fyribils venjari, áðrenn hann í summar formliga gjørdist høvuðsvenjari. Sáttmáli var millum partarnar fyri 2025 eisini, men mánadagin varð endaliga kunngjørt, at Espen Haug ikki heldur fram í KÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

43 Leygardagur 05. oktober 2024

Magne Hoseth heldur ikki fram í B36

Hetta hevur Portalurin fingið váttað. Hann fer aftur til Noregs, og sum skilst kemur ein annar norðmaður í venjarasessin hjá B36, og verður hetta almannakunngjørt skjótt

Seinasta uppgávan hjá Magna Hoseth verður steypafinalan móti HB 2. november. Ein sigur kann senda B36 í Conference League næsta ár og tryggja felagnum gott fíggjarligt grundarlag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Magne Hoseth boðaði í gjár sínum spælarum frá, at hann ikki heldur fram í starvinum til næsta kappingarár.

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.

Tað eru millum annað persónligar orsøkir, ið gera, at at 43-ára gamli norðmaðurin eftir steypafinaluna 2. november fer aftur til Noregs.

Har skal hann millum annað halda fram við at taka Pro Licens - hægsta venjaraprógv sum er. Verður tað eitt nýtt venjarastarv skjótt, so verður tað eitt, sum er nærri familju hansara.

Magne Hoseth kom til B36 í juni, eftir at samstarvið millum Dan Brimsvík og B36 endaði. Sáttmálin millum Hoseth og B36 er bert galdandi til kappingarlok, so tað er ikki heilt óvæntað, at norðmaðurin og B36 ikki leingja samstarvið. Tað hevur ljóðað í eina tíð - og sum skilst verið avgjørt fyri eitt sindur av tíð síðani - og nú staðfest.

Ein nýggjur norðmaður

Í síðsta mánaði setti B36 Tummas Erling Djurhuus sum ítróttarstjóra. Hann og nevndin hava verið í gongd við at loyst venjaraspurningin, og nú er ein loysn funnin.

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá góðum keldum. Sum skilst er aftur talan um ein norðmann, og verður viðkomandi kunngjørdur skjótt.

Royndi Dag-Eilev Fagermo, sum júst hevur avloyst David Nielsen í Lillestrøm, var eitt av evnunum, men eftir øllum at døma verður tað ikki hann, sum skal leiða B36 víðari.

Magne Hoseth hevur fýra dystir eftir í starvinum. Hann skal royna at fáa B36 upp um NSÍ, so liðið endar í Evropa til næsta ár. Allarseinasti dystur er steypafinalan móti grannunum HB 2. november - tá kann B36 bæði tryggja sær steyp og 2. umfar í Conference League næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

44 Leygardagur 05. oktober 2024

Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt

Sambært okkara keldum skal landsliðsmiðvallarin til NK Celje, sum er meistari og í Conference League-deildarspælinum. Hanus spælir sum skilst ikki fleiri dystir í barndómsfelagnum á hesum sinni - heldur ikki steypafinaluna

Hanus Sørensen hevur lagt upp til næstflest mál í Betrideildini í ár. Hann og HB enda samstarvið nú, meðan ein nýggj byrjan verður í Slovenia hjá 23-ára gamla hoyvíkinginum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár við HB og er eisini byrjaður inni - og hevur gjørt tað væl - á A-landsliðnum seinastu dystirnar.

Hanus Sørensen hevði bert sáttmála við barndómsfelagið til 31. oktober, og tað hevur ligið í kortunum, at hann fór út um landoddarnar aftur at spæla. 23-ára gamli hoyvíkingurin var í nøkur ár á ungdómsliðum hjá FC Midtjylland og síðani í Middelfart, áðrenn hann endaliga kom heim í 2022.

Sum FM1 eisini hevur skrivað, so hevur Hanus Sørensen nú gjørt sáttmála við útlendskt felag, og spælir hann ikki í steypafinaluni 2. november.

Hetta kemst av tí, at sáttmálin sum nevnt gongur út við mánaðarskifti, og at Hanus nú hevur skrivað undir sáttmála við nýtt felag.

Sum avleiðing av hesum, spælir Hanus Sørensen helst ikki nakran dyst afturat frá HB á hesum sinni. Hann er á veg at skifta felag, kann ikki spæla steypafinaluna og er harvið ikki í ætlanunum hjá Adolfo Sormani og felagnum, sum helst kenna seg heldur svikin. Tað er ikki endað heilt gott millum partarnar. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá fleiri keldum: HB hevur tríggjar landskappingardystir hendan mánaðin.

[object Object]
Stóran týdning fyri HB í ár men spælarin vildi ikki leingja sáttmálan og heldur royna nakað nýtt. Hanus verður sum skilst ikki partur av HB-hópinum seinasta mánaðinum í ár, hóast hetta upprunaliga var ætlanin (Mynd: Sverri Egholm)

Til Slovenia

Hanus Sørensen verður eftir øllum at døma fyrsti føroyski spælarin, sum fer at royna seg í slovenskum fótbólti.

Sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum flytir tekniskt sterki og kviki miðvallarin, sum eisini kann røkja bakkplássi væl, til Slovenia skjótt.

Nýggja felagið verður sum skilst NK Celje. Eftir tíggju umfør er liðið á 6. plássi í fremstu røð.

Celje vann slovenska meistaraheiti síðsta kappingarár, og er í løtuni í Conference League-deildarspælinum. Liðið spældi fyrsta dystin í ligaspælinum í Portugal hóskvøldið, og tapti 3-1 móti Guimaraes.

Tað er ikki endaliga váttað, at hetta verður nýggja felagið hjá Hanusi, men nógv bendir á tað. 

[object Object]
Hanus Sørensen tók ábyrgd við bóltinum í 2. hálvleiki í Lettlandi. Skjótt skulu hann og landsliðsliðfelagarnir spæla týðandi dyst móti júst Lettand á Tórsvølli - Hanus hevur seinasta stóra árið bitið seg meira fastan á A-landsliðið, har hann hevur samanlagt 11 dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Hvørki HB ella Hanus Sørensen sjálvur vildu í vikuni gera útgreina skiftið hjá Hanusi Sørensen.

Hanus vildi bara váttað, at hann hevur sáttmála til 31. oktober og er sinnaður at gera tað, sum er best fyri HB.

Ransin N. Djurhuus, formaður í HB váttaði einans, at Hanus ikki spælir við í steypafinaluni og at hann ikki spælir við HB næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

45 Leygardagur 05. oktober 2024

Árni heldur fram í KÍ

Nú er greitt, at 32-ára gamli vongurin við gylta vinstrabeininum og evropeiska málmetinum heldur fram í kongabláum til og við 2026. Fyrsti nýggi "stóri" sáttmálin hjá KÍ er uppá pláss

13 mál, fleiri upplegg og nakrar heilt stórar løtur í Evropa seinastu árini - serliga í 2023. Samanlagt hevur Árni Frederiksberg spælt 359 dystir í Betrideildini síðani 2010. Hann og KÍ vilja meira í Betrideildini í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nakað av iva hevur alment verður sáddur um tað, men nú er greitt, at KÍ hevur longt samstarvið við sín 7'ara. Partarnir hava gjørt ein nýggjan tvey-ára sáttmála.

Árni Frederiksberg hevur í skjótt fýra kappingarár í Klaksvík vunnið trý FM, verið ársins spælari eina ferð og hevur verið við til at seta met í Føroyum - og í Evropa.

Júst í Evropa hevur Árni Frederiksberg tvey tey seinastu árini verið lykilin í álopskenda spælinum, og hevur 32-ára gamli vongurin úr Saltangará skotið KÍ til nógv við sínum gylta vinstra fóti, spælskili og snildni.

[object Object][object Object]
Frederiksberg-nanvið gjørdist heilt kent í Evropa í 2023, tá KÍ kom í Conference League bólkaspæl. Her sæst Árni Frederiksberg eftir minniliga 2-1 málið móti Molde í Champions League. Árni skoraði bæði málini á Tórsvølli tá (Myndir: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og KÍ hava ikki havt tað besta árið í Betrideildini, men í Klaksvík er ætlanin, at vongurin skal vera ein av grundarsteinunum í at koma upp móti tindinum aftur.

- Vit arbeiða hart við at fáa hópin og alt til 2025 upp á pláss. Tit frætta, tá tað er ymiskt at frætta.

Soleiðis segði Tummas Lervig við Portalin fyrr í vikuni um støðuna. Nú er ein nýggjur sáttmáli kunngjørdur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2024

46 Leygardagur 05. oktober 2024

Metmálskjúttin hjá KÍ fer ongan veg

Páll Klettskarð hevur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

20 mál í Betrideildini í ár og yvir 200 mál samanlagt: Páll Klettskarð er ein ímynd í Klaksvík, og hevur hann havt stóran týdning fyri felagið leingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Íhaldandi hevur hann stríðst og skorað mál í bláu troyggjuni. Ein sonn ítróttarlig fyrimynd vit í felagnum eru stolt av. Altíð ein siðiligur leiðari í við- og mótgongd. Páll eigur ein stóran leiklut í gyltu ferðini frá botninum til evropiska ævintýrið við liðnum síðstu árini. Og aftur í ár hevur hann verið KÍ ógvulig drúgvur.

Tey halda nógv av Pálli Klettskarð í og kring Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tað er heldur ikki løgið. Páll Klettskarð hevur havt liðskiparabandið um armin so at siga alt árið, meðan Jákup Biskopstø Andreasen hevur verið skaddur, og hevur leingi avrikað og stríðst fyri KÍ.

Eingin hevur skorað so nógv mál fyri besta mansliðið hjá KÍ sum stríðsfúsi áleyparin hevur - yvir 200 samanlagt seinastu samanlagt 17 árini. Persónligheitin hjá Pálli hevur eisini nógv at siga fyri felagið, og nú hava partarnir longt samstarvið við einum ári.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð takkar KÍ-áskoðarum eftir evropeiskan dyst á Tórsvølli. Umframt 203 mál í Betrideildini, hevur Pállskorað tíggju evropeisk mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið er endaliga greitt, at Páll Andrasson Klettskarð eisini spælir fyri KÍ í 2025. Nakað av ivamáli hevur verið sátt um hetta í seinastuni - serliga í samrøðu við Televarpið eftir sigurin í Sarpugerði mikudagin tá Páll Klettskarð staðfesti, at hann ongan sáttmála hevði, og at allir møguleikar vóru opnir.

Fyriuttan KÍ hevur Páll Klettskarð verið eitt stutt skifti verið í donskum ungdómsfótbólti og tvey ár í Víkingi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

47 Leygardagur 05. oktober 2024

Tríggir týðandi sáttmálar á 120-ára degnum

Áki Samuelsen, Mathias Voss og Teitur Matras Gestsson hava longt við HB

HB hevur stríðst fyri at fáa longt sáttmálan við Áka Samuelsen - talan er um eitt-árs sáttmála við evnaríka vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB hevur seinastu tíðina roynt at longt sáttmálarnar við Áki Samuelsen, Mathias Voss og Teit Matras Gestsson.

Áhugi hevur verið frá feløgum uttanlands fyri Áka og Mathiasi, og fyri landsliðsmálverjanum úr barndósfelagnum KÍ.

Nú er allur ivi skúgvaður til viks, og hesir tríggir spæla eisini fyri HB í 2025. Hesum boðar HB frá í gjárkvøldið. Hjá Voss er talan um tvey-ára sáttmála.

Áki Samuelsen er stórt álopsvápn, uppvaksin í HB og var eitt skifti í FC Midtjylland í ungdómsárunum. Mathias Voss er orkuríkir danskur høgri bakkur, sum síðani 2022 hevur gjørt vart við seg í Føroyum - fyrst í 07 Vestur og í ár við HB.

Teitur Matras Gestsson er, sum nevnt, uppvaksin í KÍ, fór síðani til OB og hevur spælt síðani 2011 við HB. Liðformaðurin og tann sum hevur spælt longst við HB av núverandi monnunum hevur nú knýtt seg at HB til næsta ár eisini.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

48 Leygardagur 05. oktober 2024

Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystir

Teitur Matras Gestsson og Mattias Lamhauge skulu aftur kappast við Bárð á Reynatrøð, Odmar Færø er tøkur í miðverjuni - Jóannes Bjartalíð og Hannes Agnarsson koma við sereginleikum

Håkan Ericson og Hallur Hansson hava aftur prátað saman, men heldur ikki hesaferð vendir liðformaðurin aftur. Møguliga verður Brandur Hendriksson tøkur til heimadystirnar móti Armenia og Lettlandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska manslandsliðið skal 10. oktober og 13. oktober spæla lykladystir móti ávikavist Armenia og Lettlandi á Tórsvølli. Føroyar skulu helst hava fleiri stig, um góður møguleiki skal vera at halda sær í Deild C, sum er minsta málið hjá Føroyum.

Håkan Ericson kunngjørdi mánadagin teir 23 spælararnir, sum í fyrstu syftu eru úttiknir. Har sæst, at Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Hannes Agnarsson eru aftur á A-landsliðnum.

Hópurin:

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, FC Fredericia

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Hetta merkir, at í mun til seinastu dystirnir eru Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Sonni Ragnar Nattestad, Patrik Johannesen, Pætur Petersen og Mads Boe Mikkelsen ikki við. Teir báðir síðstnevdnu eru skaddir - fleiri av hesum vórðu ikki úttiknir til dystirnar móti Norðurmakedonia og Lettlandi á fyrsta sinni. Tá varð Teitur Matras Gestsson úttikin í fyrstu syftu, men kortini ikki tøkur at spæla.

Håkan Ericson staðfesti á tíðindafundinum, at eitt pláss stendur opið í hópinum. Tað er fyrst og fremst til Brand Hendriksson Olsen, sum er byrjaður at venja við fullari ferð í Fredrikstad.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð var á vøllinum aftur fyri Fredrikstad um vikuskiftið. Tað er tó ósannlíkt, at 28-ára gamli miðvallarin fer at spæla heilt nógvar minuttir um 10 dagar og 13 dagar 

Sviin vil ógvuliga gjarna hava skálvíkingin við - tað hevur Brandur ikki verið tvær tær seinastu ferðirnar. Miðvallarin er ikki í dystarvenjing, og tað er Fredrikstad-liðfelagin Jóannes Bjartalíð heldur ikki. Hetta eru tó spælarar við millum annað tekniskum sereginleikum í føroyskum høpi, og eru tað teir føroyingarnir, ið til dagliga eru á hægst stigi.

Jákup Biskopstø Andreasen er framvegis skaddur. Tað er Hallur Hansson ikki. Miðvallarin, sum Håkan Ericson gjørdi til landsliðsliðformann í 2020, hevur eins og seinast sagt, at hann ikki metir tíðin er tann rætt at koma aftur á landsliðið. Hetta hevur landsliðsvenjarin staðfest fyri miðlunum nú. Hallur spælir annars fast í KÍ.

Nations League Deild C, bólkur 4

10. oktober: 
Føroyar - Armenia

13. oktober: 
Føroyar - Lettland

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Norðurmakedónia 4 stig 
2. Armenia 3 stig 
3. Lettland 3 stig 
4. Føroyar 1 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

49 Leygardagur 05. oktober 2024

Brandur er nóg birgur til landsliðið

Skálvíkingurin hevur ikki spælt dyst síðani 25. august, men dugnaligi bóltspælarin hevur vant í Fredrikstad hesa vikuna og skal helst royna at gera mun sum innskiftari móti Armenia og Lettlandi

Brandur Hendriksson Olsen verður helst aftur at síggja á Tórsvølli í næstu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin kunngjørdi  Håkan Ericson hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum verða á Tórsvølli ávikavist hósdagin 10. og sunnudagin 13. oktober.

Í fyrstu atløgu hevði landsliðsvenjarin 23 nøvn á listanum, men samstundis boðaði hann frá, at væntandi fór ein spælari afturat at verða boðsendur seinni í vikuni. Håkan Ericson gjørdi eisini greitt, at hetta eftir ætlan fór at vera Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur vant við fullari ferð í Fredrikstad hesa vikuna.

28-ára gamli miðvallarin hevur verið darvaður av skaða seinasta mánaðin, og hevur ikki spælt í bestu norsku deildini síðani 25. august.

Talan er tó um spælara við tekniskum sereginleikum eftir føroyskum mátistokki - og saman við Jóannesi Bjartalíð, sum eisini er aftur á landsliðnum, er Brandur Hendriksson tann føroyingurin, ið er í tí felagnum sum er á hægst stigi.

– Tað er fantastiskt at vera við aftur, og eg gleði meg til fyrstu venjingina, sum verður mánadagin. Eg havi tamarhald á skaðanum, ið hevur darvað, og kann nú venja aftur við fullari fer, so tað sær gott út

Hetta sigur sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF í kvøld.

Brandur hevur ikki verið við landsliðnum tvær tær seinastu ferðirnar. Føroyska mansliðið hevur nakað á trýsti á sær undan uppgávurnar móti Armenia og Lettlandi -  atgongumerki til dystirnar fáast í Nethandlinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

50 Leygardagur 05. oktober 2024

Seinastu uppgávurnar eru á heimavølli - EB/Streymur flest spælarar við

U21: Áki Johannesen, Áki Samuelsen, Samuel Chukwudi og Poul Kallsberg eru ikki tøkir til dystirnar móti Portugal og Hvítarusslandi

Eyðun Klakstein og hansara menn skulu royna at enda væl - tað verður á pappírinum ein væl truplari uppgáva móti Portugal (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

U21-landsliðið spælir eisini tveir heimadystir í oktober, og eru tað seinastu undankappingardystirnir á hesum sinni.

Føroyar hava ikki fingið stig í ár, men liggja á 4. plássi í bólkinum við seks stigum. U21-landsliðið hevur 7 stig fyri átta dystir í EM-undankappingini.

Vónirnar eru góðar at gera nakað móti Hvítarusslandi, sum Føroyar í fjør vunnu á (3-2). Fyrri dysturin móti Portugal verður tó ógvuliga harður: Hetta er eitt tað sterkast U21-liðið í Evropa, staðfesti Eyðun Klakstein.

[object Object]
Emil Weihe Joensen og Bergur Poulsen eru millum teir úttiknu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann og Atli Gregersen hava ikki spælarar sum Áka Johannesen, Áka Samuelsen, Poul Kallsberg og Samuel Johansen Chukwudi. Sìðstnevndi er á A-landsliðnum  hinir tríggir eru skaddir.

Tó eru nógvir spennandi spælarar tøkir til dystirnar, sum verða spældir 11. oktober og 15. oktober - í ávikavist Klaksvík og á Tórsvølli. 

U21-hópurin 

Málverjar:
Ári í Haraldstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur

Verjuspælarar
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Børge Petersen, KÍ
Ási Dam, HB
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Jákup Vilhelmsen, EB/Streymur

Miðvøllur:
Noah Hans Mneney, HB
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted (Danmark)
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Beinir Nolsøe, NSÍ
Emil Weihe Joensen, EB/Streymur
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur

Álop:
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Leivur Fossdal Guttesen, HB

Merkisvert er millum annað at flest spælarar (fimm) eru úr EB/Streymi, ið eisini stendur seg væl fyri tíðina. Teir flestu av hesum eru tó uppvaksnir í øðrum føroyskum feløgum

11. oktober
16: Føroyar – Portugal (Djúpumýru)

15. oktober
17: Føroyar – Hvítarussland  (Tórsvølli)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

51 Leygardagur 05. oktober 2024

NSÍ kann vinna fyri triðju ferð uppá fýra ár

Víkingur er í steypafinaluni hjá kvinnum á fyrsta sinni. Eysturoyarfeløgini bresta saman á Tórsvølli klokkan 18.30 í kvøld

NSÍ lyfti steypið eftir longda leiktíð móti KÍ í fjør. At endurvinna og at vinna greipuna er nú málið í Runavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lagt er upp til eina spennandi finalu í kvøld á Tórsvølli. Talan er um tí seinastu av teimum átta steypafinalunum hesa vikuna.

Steypafinalan hjá kvinnum 2024 
Leygardagin 5. oktober
18.30:  Víkingur – NSÍ 
Dómari: Andras Frederiksberg

Víkingur og NSÍ hava kappast í oddinum í ár. Tey bæði bestu kvinnuliðini í Eysturoynni hava spælt tríggjar innanhýsis dystir - seinast fyri tólv døgum síðani. Tá endaði tað 1-1, tað gjørdi tað eisini í mai, men NSÍ vann 5-2, tá liðini spældi við Løkin 18. august. 

NSÍ liggur eisini til at vinna FM, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini, og harvið er greipan framvegis ein góður møguleiki fyri liðið hjá Allani Dybczak, sum hevur profilar sum Heidi Sevdal, Saru Samson Lamhauge, Juliu Naomi Mortensen, Mirjam Huneck, Lenu Olsen og Abigail Mensah. 

[object Object]NSÍ vann 3-1 á KÍ í oddabrakinum í Betrideildini - nú skulu tær í gulum og svørtum royna at avgerða meistaraheitið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Allan Dybczak, høvuðsvenjari, í steypafinaluni í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Í fjør eydnaðist at basa KÍ í steypafinaluni. NSÍ gjørdist fyri fyrstu ferð steypavinnari í 2021, og var í finaluni í 2020. Harvið skal liðið nú spæla fjórðu finaluna uppá fimm ár, og NSÍ kann tryggja sær triðja steypagullið uppá fýra ár.

Víkingur skal royna at forða fyri, at NSÍ endurvinnur og hevur greipumøguleikan. Liðið úr Eysturkommunu skrivar søgu við at vera umboðað í steypafinaluni hjá kvinnum fyri fyrstu ferð nakrantíð.

So er spurningurin, um gull og steyp kemur við aftur. Svenn Olsen hevur Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir sum sín heilt stóra profil. Mona Rasmudóttir, unga Rakul Sørensen og Eydna Dalheim Olsen og royndi liðskiparin Maibritt Olsen (mamma Eydnu) eru eisini lykaspælarar. Lea Lisberg og málverjin Eyðgerð Berg (f.Mikkelsen) hava gjørt stóran mun, síðani tær komu til felagið í vetur.

[object Object]
Blaðunga Eydna Dalheim Olsen og Lea Lisberg í dysti móti HB (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir er toppskjútti og stórur partur av at fáa spælið at flóta (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

52 Leygardagur 05. oktober 2024

NSÍ á føroyameistarakós

NSÍ-kvinnur vunnu trý týdningarmikil stig, nú bara tvey umfør eru eftir at spæla

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ-kvinnurnar í fótbólti eru á meistarakós eftir 3-1 sigurin móti KÍ mánakvøldið.

Undan dystinum lógu bæði liðini á einum deildum fyrsta plássi við 40 stigum, men runavíkskvinnur renna nú undan. Bara tvey umfør eru eftir at spæla.

Tað var annars Sólja Ernstsdóttir, sum við máli í 40. minutti legði KÍ-kvinnur á odda. NSÍ trýsti, og fyri hálvleik eydnaðist at fáa heili tvey mál. Mirjam Huneck skoraði fyrra málið eftir eitt horna, og seinna málið skoraði Julia Naomi Mortensen uppá brotsspark.

Í seinna hálvleiki økti Heidi Sevdal til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

[object Object]

Fleiri myndir frá dystinum her

Betri deildin kvinnur, FM-bólkurin
Mánadagin 30. september

NSÍ kv. - KÍ kv. 3-1 (2-1)
40' 0-1 Sólja Ernstsdóttir (Eyðvør Klakkstein)
44' 1-1 Mirjam Huneck (Heidi Sevdal)
45' 2-1 Julia Naomi Mortensen (br.)
61' 3-1 Heidi Sevdal (Sigrid Jacobsen)

HB kv. - Víkingur kv. 0-4 (0-3)
11' 0-1 Mona Rasmusdóttir br.
17' 0-2 Lea Lisberg
30' 0-3 Anna Katrina Mikkelsen (Mona Rasmusdóttir)
72' 0-4 Eydna Dalheim (Jensa Tórolvsdóttir)

Støðan

NSÍ 43 stig
KÍ 40 stig
Víkingur 40 stig
HB 27 stig

Steypafinala í kvøld

Hetta vikuskiftið verða ikki spældir dystir í Betri deildini hjá kvinnunum.

Í staðin verður finalan í steypakappingini spæld. Finaludysturin millum Víking og NSÍ verður á Tórsvølli í kvøld kl. 18.30


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

53 Leygardagur 05. oktober 2024

- Týdningarmikið við føroyskum fótbóltsdómarum úti í Evropa

Orðini eigur Jóhan Hendrik Ellefsen, dómari, ið saman við hjálpardómarum sínum, Dan Højgaard og Marner Forná Olsen í vikuni hevur leitt dyst í Uefa Youth League

Frá vinstru: Dan Højgaard, Jóhan Hendrik Ellefsen, Marner Forná Olsen. (Mynd: Jóhan Hendrik Ellefsen)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Herfyri skrivaðu vit eina grein um Heina Z. Viðoy, ið skuldi leiða dyst í kappingini UEFA Youth League, ið er ein altjóða kapping fyri U19-lið. Hetta er júst sama kapping, sum omanfyrinevnda dómaratoymið skal døma.

Dysturin millum Budućnost Podgorica úr Montenegro, og Dinamo Tbilisi úr Georgia varð spældur á Gradski Stadion leikvøllinum mikudagin. Talan er um sama leikvøll, sum KÍ spældi á móti Borac Banja Luka í summar.

Heimaliðið vann dystin 4-1 og vendi sostatt 2-3 tapinum frá fyrra dystinum til samlaðan sigur og víðari luttøku. Jóhan Hendrik Ellefsen dømdi tvey brotsspark í dystinum og gav 8 gul kort harav tvey av teimum útloystu eitt reytt. 

Portalurin hevur tosað við mannin við floytuni, Jóhan Hendrik Ellefsen, undan dystinum.

- Hvør er kenslan, nú tit skulu út til altjóða uppgávu?

- Kenslan er góð, tí tað er altíð spennandi at fáa altjóða uppgávur. Hesaferð í Montenegro, sum hevur eina heilt øðrvísi fótbóltsmentan. Tá er upplivingin altíð tað størri, bæði á og uttanfyri vøllin.

Hetta er ein play-off dystur, og tann seinni í uppgerðini millum liðini bæði. Tað merkir at dysturin skal avgerast, um tað stendur á jøvnum. Fyrri dysturin endaði 3-2 til Dinamo Tbilisi.

- Hetta gevur dystinum nakað eyka, av tí at nógv er uppá spæl, leggur Jóhan Hendrik afturat.

Eitt sindur truplari fyrireiking
Tað er ongin loyna, at tann fótbóltur, ið verður spældur í UEFA Youth League, millum tvey lið úr ávikavist Montenegro og Georgia, er øðrvísi enn tann fótbóltur, vit eru von við, heima í Føroyum. Hetta ásannar Jóhan Hendrik, sum tó er stálsettur upp á góða fyrireiking.

- Vit royna altíð at seta okkum væl inn í tey liðini sum skulu spæla. Vit royna eftir besta førimuni at kanna eftir hvussu teirra fótbóltur er. Harumframt er tað týdningarmikið at venja væl og eta rætt, umframt at hvíla nógv, tá man nú er avstað, staðfestir Jóhan Hendrik.

- Tað snýr seg í størstan mun um at vera mentalt klárur, og umstilla seg til, at nú er tað ein altjóða uppgáva, sigur leggur FIFA dómarin úr Miðvági afturat.

Føroyar og altjóða døming
Føroyar hava tveir altjóða fótbóltsdómarar (eisini nevnt FIFA-dómarar í dagligari talu), umframt fýra altjóða hjálpardómarar. Jóhan Hendrik Ellefsen er ein av teimum báðum dómarunum. Hann gjørdist FIFA-dómari síðsta ár, ikki langt áðrenn Heini Z. Viðoy eisini fekk tiltikna FIFA-merkið á bringuna.

Millum hjálpardómararnar er 43 ára gamli rituvíkingurin, Dan Højgaard, sum hevur verið FIFA-hjálpardómari síðani 2015. Saman við teimum er 39 ára gamli Marner Forná Olsen, eisini úr Rituvík. Hann hevur dømt í fremstu mansdeildini í føroysku fótbólti í sjey ár, og hevur hann eisini fleiri altjóða upplivingar í skjáttuni. 

Vit skifta orð við Jóhan Hendrik um hvat tað hevur at siga, at hava altjóða fótbóltsdómarar í Føroyum.

- Tað er ótrúliga týdningarmikið. Hetta gevur føroyskum dómarum eina eksponering í Evropa, umframt serdeilis virðismiklar royndir. Royndir, sum vit kunnu taka við okkara, tá vit døma her heima.

- Tað man krevja nakað heilt serligt, at vera altjóða dómari, ella hvussu?

- Tað krevur heilt vist nakað eyka, at vera altjóða dómari. Man roynir alt hvat man kann, at vera væl fyri. Bæði fysiskt og mental. Tað vilja vit sjálvsagt gera, fyri at klára tey krøv sum UEFA setir, sigur Jóhan Hendrik við Portalin.

- Tað krevur eisini nakað eyka av okkum tí tá vit eru avstað, umboða vit Føroyar og vit vilja vera eitt so gott umboð fyri Føroyar sum gjørligt, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

54 Leygardagur 05. oktober 2024

Heim aftur við 3-0 tapi

Tað eydnaðist ikki ungu HB'arunum at venda uppgerðini móti FC Progrés Niederkorn í Luksemborg. HB er harvið úti av Youth League

(Mynd: HB / RS Media)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB er úti av UEFA Youth League á hesum sinni.

Tað er greitt eftir 3-0 tap í seinna dystinum mikukvøldið móti FC Progrés Niederkorn í Luksembrog.

Fyri tveimum vikum síðani taptu HB dreingirnir 2-1, og vónirnar vóru til staðar til at fáa eitt gott úrslit.

Luksemborgska FC Progrés legði seg á odda longu eftir seks minuttir og økti um leiðsluna við brotssparki tá góður hálvur tími var leiktur.

Í tíðini, sum dómarin legði afturat avgjørdi heimaliðið til 3-0 sum gjørdist úrslitið.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskt ungdómslið roynir seg í hesari kappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

55 Leygardagur 05. oktober 2024

U21: B71 sigraði eftir brotssparkskapping

Annað steypagullið á dreingja- og manssíðuni í søgu felagsins gjørdist veruleiki eftir tættan dyst móti ÍF, har nógvir áskoðarar vóru á Tórsvølli. Málverjin Wenningsted Ørvarodd bjargaði einum brotssparki og skoraði sjálvur

Sum vera man ovurhonds stórur fagnaður á teimum í gulum og bláum eftir eina spenanndi, søguliga og minniliga finalu (Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan gjørdist um ein góðan, spennandi og væl spældan fótbóltsdyst við nógvum áskoðarum í avbera góðum veðri, tá B71 og ÍF hóskvøldið brustu saman á Tórsvølli í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið.

[object Object](Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)

Soleiðis lýsir heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya steypafinaluna hjá U21, sum tvey av teimum ikki heilt stóru feløgunum í Føroyum spældu.

- Bæði liðini løgdu nógv fyri í strembanini eftir steypinum og gullkrónunum, men tá avtornaði vóru tað sandoyingarnir og B71, ið drógu longra stráið.

Tað vóru tó fulgfirðingarnir, ið komu á odda, tá eitt lítið korter var spælt við frálíkum máli: Vongurin Aron Kensson var staddur við brotsteigarmarkið, nakað til høgru, tá hann smekkaði bóltin upp í handara horn.

[object Object]
Vinstrabeinti vongurin roynir seg...

[object Object]...og bólturin siglir upp í longra málhornið 

[object Object]Og sum vera man stórur fagnaður á fuglfirðingum á vøllinum.... (Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)

Sandoyingarnir reistust skjótt aftur, og áðrenn hálvleik javnaði Aron Frankieson Knudsen til 1-1 fyri B71. Hann er ein av spennandi ungu spælarunum, sum hevur spælt heilt fitt í 1. deild í ár.

[object Object]Aron Frankiesson javnaði tó fyri steðgin... (Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)

Málverjin og liðformaðurin hetjan  - søguligur sigur hjá sandoyingum

Í seinna hálvleiki og í umdystinum leikaði javnt á, men einki mál kom, og tí mátti finalan avgerast við brotsspørkum. Her var tað málverjin hjá B71, Wenningsted Ørvarodd, ið gjørdist stóra hetjan hjá sandoyingunum.

Jónathan Kjærbo hevði lagt B71 á odda í brotssparkskappingini, og síðani bjargaði liðformaðurin í málinum væl fyrsta skotinum hjá ÍF við einum "sterkum armi". Wenningsted fór sjálvur eftir bóltinum, legði hann á blettin og økti trygt.

[object Object]
Wenningsted Ørvarodd gjørdi bart í B71-málinum við hesari góð bjaringini í brotssparkskappingini. Hann skoraði sjálvur beint aftaná 

[object Object]Pætur Nolsøe skoraði avgerandi brotssparkið (Myndir: fsf.fo/Bjarni Enghamar)

Restina av skotinum fóru sum so trygt í netið. Tað var Pætur Nolsøe, sum slapp at avgerða fyri teir í gulum og bláum, og so var stór frøi á teimum mongu B71 fjepparunum á Tórsvølli. Júst tað at nógvir mælskir fjepparar av bæði Sandoynni og úr Fuglafirði vóru til staðar, settu veruliga dám á finaluna.

Aftan á dystin var Bjarti Højbro, liðformaður hjá ÍF, kosin til besta spælara í finaluni.

[object Object]
Dagsins spælari Bjarti Højbro saman við Christiani Andreasen

Víst verður eisini á ta serstaka við, at júst B71 vann eitt steyp á dreingja- og manssíðuni.

- Stór frøi á teimum mongu B71 fjepparunum, ið samstundis kundu fegnast um annan steypasigurin á dreingja- og manssíðuni í søguni hjá felagnum, ið var sett á stovn tann 1. januar í 1970. Tann fyrri kom í 1993, tá B71 vann Løgmanssteypið. Á gentu- og kvinnusíðuni eiga sandoyingar tríggjar steypasigrar framman undan.

Harvið varð hetta fyrsta ungdómssteypið nakrantíð á manssíðuni hjá B71. Eitt stórt kvøld fyri sandoyingar. Nógv bendir á, at ein greipa kemur suður í ár, tí hetta U21-liðið er eisini oddalið í landskappingini

[object Object]
Richard Goffe, høvuðsvenjari - hann stendur eisini á odda fyri besta liðnum hjá B71, ið roynir at koma upp í Betrideildini 

[object Object]
Stórur dagur fyri sandoyingar. Eli Hentze, hjálparvenjari á A-landsliðnum, stórfegnast saman við soninum Boga Hentze, sum var á B71-miðvøllinum (Myndir: fsf.fo/Bjarni Enghamar)

Hósdagin 4.10
U21 (dreingir/menn)
B71 - ÍF 6-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
22' 0-1 Aron Kensson
40' 1-1 Aron Frankiesson

[object Object]Steypavinnararnir av Sandoynni, sum nú fara eftir greipuni (Mynd: fsf.fo/Bjarni Enghamar)

Fleiri steypafinalur eru á skránni á Tórsvølli hetta vikuskiftið. Í gjárkvøldið vórðu tvær finalur spældar. U13 gentur millum B36 og 07 Vestur/MB og í minnu steypakappingini fyri kvinnur millum FC Hoyvík og Skála

Hinar finalurnar

Leygardagin kl. 10.30: U13 dreingir: B36 – Víkingur 

Leygardagin kl. 12.30: U15 dreingir: Víkingur – B36

Leygardagin kl. 15.15: U17 dreingir: KÍ – Víkingur

Leygardagin kl. 18.30: Kvinnur: Víkingur – NSÍ

Leygardagin 2. november kl. 17: Løgmanssteypið: B36 – HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2024

56 Leygardagur 05. oktober 2024

Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar eftir brotssparkskapping

Neyðugt varð við longdari leiktíð og brotssparkskapping, tá U16-genturnar hjá KÍ og Skála ÍF byrjðu steypafinalurnar 2024 við einum braki

Skála vann Eilif Arge Steypið í fjør og var á sigurskós aftur eftir tvey mál frá Saru Benjaminsen. Men KÍ javnaði seint í vanligu leiktíðini, og var stinnari í brotssparkskappingini (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann fyrsta av níggju steypafinalum á Tórsvølli í 2024 varð spæld mikukvøldið tá U16 genturnar hjá KÍ og Skála ÍF dystaðust um Eilif Arge steypið. Talan gjørdist um eitt langt kvøld í góðveðrinum.

Ársins fyrsti fyrsti steypasigur til Klaksvíkar, men tað var eftir tógvið og langt stríð, og tað var heilt nær við, at tær appilsingulu endurvunnu steypakappingina frá í fjør.

[object Object]

[object Object]
Sara Benjaminsen skoraði bæði málini hjá Skála og varð vald dagsins spælari (Myndir: fsf.fo)

Dagsins leikari, Sara Benjaminsen, legði Skála á odda í 12. minutti. Tá lítil hálvur tími var spældur javnaði Rannvá Ryan. Sara var aftur upp á spæl, tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá hon sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið.

Men tær kongabláu treiskaðust, og hetta gav úrslit ein minutt fyri leiklok, tá Elisabet Norðoy Vilhelmsen javnaði til 2-2.

[object Object]
Eliasabet Norðoy Vilhelmsen javnaði í síðstu løtu (Myndir: fsf.fo) 

Bæði liðini stríddust hart í tætta dystinum. Í umdystinum kom einki mál, og tí mátti steypafinalan 2024 hjá U16 gentum avgerðast við brotssparkskapping. Har vóru tær hjá KÍ heilt tryggar og vunnu 5-4.

[object Object]

[object Object]
Elisabeth Norðoy Vilhelmsen fór í mál í brotssparkskappingini og gjørdist aftur hetja, tá hon bæði skoraði eitt brotsspark sjálv og síðani bjargaði væl 

[object Object]
(Myndir: fsf.fo / Jakoba Svensdóttir)

Fleiri myndir frá finaluni á fsf.fo

KÍ vann eisini landskappingina hjá Gentur 16, so við sigrinum mikukvøldið kom greipan norð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

57 Leygardagur 05. oktober 2024

Sannførandi føroyskur sigur í seinna dystinum

Endaði 30-23 til Føroyar í Bratislava, har 13 ymiskir føroyskir málskjúttar vóru. Slovakia skal eisini til EM, ein fín føroysk uppliving, nú endaspælið nærkast

Turið Arge Samuelsen royndi seg í løtum á bakkinum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíverri bar ikki til at síggja venjingardystin millum Føroyar og Slovakia leygardagin. Eingin stroyming var, men tað er ein sannroynd, at føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi sigur móti einum av hinum liðunum, ið skal til EM í vetur.

Liðini spældu eisini fríggjadagin. Føroyar vóru omaná størsta partin av dystinum í Bratislava, men seinastu løtuna vóru Føroyar alt ov óhvassar og søplaðu sigurin burtur í álopsspælinum. 

Sí eisini: Tepurt tap í fyrra venjingardystinum í Slovakia

Leygardagin var betri samanlagt. Føroyar fingu heili 30 mál og vóru, sum hagtølini vísa, betri at skora upp á sínar møguleikar. Eisini vóru færri tekniskar villur. Slovakia skoraði eitt mál færri enn fríggjadagin, móti føroysku verjuni og Anniku Fríðheim Petersen, og serliga Rakul Wardum í málinum.

Tað leikaði javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar, men Føroyar vóru ofta á odda, og fóru av álvara frá seinastu sjey minuttirnar fyri steðgin. Tann løtan endaði 7-2 til Føroyar, og tað stóð 10-15 á máltalvuni í steðginum.

[object Object]

[object Object]
Føroyar høvdu gott tamarhald á dystinum leygardagin (Myndir: HSF)

Slovakia var bert á odda 1-0 og 2-1. Tær føroysku fóru eitt sindur meira frá eftir steðgin, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur um, hvør fór at vinna venjingardystin.

Sum skilst fekk føroyska liðið eiisni nógv burturúr við at royna ymiskt, og heili 13 ymiskir máslkjúttar vóru. Jana Mittún var aftur lyklaspælari og toppskjútti við fimm málum, umframt fleiri uppleggum.

Harvið ein góður fyririekingardystur til EM. Slovakia er gamaní í niðara endanum í styrki, av liðunum sum verða við har, og heimaliðið skifti eisini eitt sindur út í dag. Tó vísir sjey-máls sigurin á útivølli ávísa styrki og dygd hjá Føroyum.

Seinni venjingardystur og fyrireikingardystur til EM
Bratislava, leygardagin 28. september
Slovakia - Føroyar 23-30 (10-15)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 5
Pernille Brandenborg 4 (2)
Rannvá Olsen 4
Bjarta Osberg Johansen 3
Elsa Egholm 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Lukka Arge 2 (2)
Brynja Høj 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Turið Arge Samuelsen 1
Karin Egholm 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

[object Object]
Føroysku kvinnurnar syngja tjóðsang (Mynd: HSF)

Føroyska kvinnulandsliðið savnast aftur seint í oktober. 27. november gongur leiðin til Basel - til EM.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2024

58 Leygardagur 05. oktober 2024

Kyndil vann stórsigur á H71

Kyndlakvinnur vóru annars aftanfyri við tveimum málum í steðginum, men vunnu 44-34

Turið Arge Samuelsen var stórspælandi og skoraði 21 mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein dystur var leiktur í landskappingini hjá kvinnum í hondbólti hóskvøldið. Talan var um oddadyst, har H71 og Kyndil sum undan dystinum bæði høvdu seks stig á deildum fyrsta plássi, brustu saman.

Hoyvíkskvinnur byrjaðu annars væl, og vóru í fleiri førum á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, eina løtu við trimum.

Støðan í steðginum var 19-17 til H71, men í seinna hálvleiki var tað eitt hamskift kyndilslið, sum kom á vøllin.

Eftir stutta løtu løgdu kyndilskvinnur seg á odda, og komu fram um við sjey málum aftaná bara tíggju minuttir.

Sum seinni hálvleikur leið økti Kyndil um munin, og dysturin endaði 44-34.

Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 21 málum. Maria Halsdóttir Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum.

Støðan í SMS-deildini:

Kyndil 8 stig
H71 6 stig
StÍF 4 stig
VÍF 4 stig
Neistin 2 stig
EB 2 stig
Stjørnan 0 stig
VB 0 stig

Kyndil, H71 og EB hava spælt 4 dystir, StÍF, Neistin, Stjørnan og VB 3 dystir og VÍF 2 dystir

Komandi dystir

Sunnudagin kl. 14: H71 - StÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 14: Kyndil - Stjørnan í høllini á Hálsi
Sunnudagin kl. 15: VB - Neistin í høllini í Vági

Mikudagin kl. 19.30: EB - VÍF í høllini á Eiði

Støðan í Burn-deildini (menn)

Kyndil 6 stig
Neistin 5 stig
VÍF 4 stig
StÍF 4 stig
H71 4 stig
KÍF 1 stig
Team Klaksvík 0 stig

Kyndil, Neistin og Team Klaksvík hava spælt 4 dystir. Hini liðini hava spælt 3 dystir

Komandi dystir

Í dag kl. 18: KÍF - VÍF í høllini í Kollafirði

Sunnudagin kl. 16: H71 - StÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 16: Kyndil - Team Klaksvík í høllini á Hálsi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2024

59 Leygardagur 05. oktober 2024

Mjølnir vann á KÍF, men tað var um eitt hár gjørt

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): KÍF – Mjølnir 0-3, Dráttur – TB 0-3

 
SkrivaÐ:

Innsent

KÍF – Mjølnir 0-3 (24-26, 26-28, 22-25)

Í øllum trimum settunum legði Mjølnir bragdliga fyri og legði seg á odda við nógvum stigum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur - tó til fánýtis, tí tá settini skuldi avgerast, var Mjølnir kortini omaná.

Í fyrsta setti legði Mjølnir seg á odda 5-1 og 11-6, men KÍF javnaði til 12-12. Mjølnir tók leibrá, men tað hjálpti ikki, tí KÍF fór framum 16-13. Mjølnir tók aftur leikbrá, men KÍF helt á at vinna og legði seg á odda 22-19. Tá kom vend í, og Mjølnir javnaði til 22-22. Nú tók KÍF so leikbrá, og tað hjálpti í fyrsta umfari, tí KÍF fór framum 23-22. Men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði aftur og vann settið 26-24 við sínum øðrum settbólti eftir væl plaserað lobb frá Nicolu Toftegaard, sum fangaði kollfirðingarnar á hælinum.

Annað sett var meinlíkt tí fyrsta. Mjølnir legði seg á odda 10-6 og 19-13, men KÍF javnaði til 23-23 og yvirlivdi eisini tríggjar settbóltar, áðrenn Mjølnir gjørdi sær dælt av tí fjórða og vann settið 28-26. Seinasta duellin var rættiliga long, og tær hjá Mjølni fingu hegnisliga nógvar bóltar uppaftur, sum sóu taptir út, men til síðst vann Mjølnir avgerandi stigið, tá KÍF var dømt fyri at hava verið í netinum.

Í triðja setti tóktisk dysturin avgjørdur, tá Mjølnir streyk framum 12-5 og 16-10, men enn einaferð megnaði KÍF at javna, tá Mjølnir ikki fekk bilbugt við smassjinum frá Elsu Samuelsen, so støðan gjørdist 18-18. KÍF kom í gylta støðu, tá støðan gjørdist, 22-19, men endin gjørdist tó snópisligur fyri kollfirðingar, tí Mjølnir vann næstu seks stigini og settið 25-22.

Dráttur – TB 0-3 (14-25, 12-25, 16-25)
Á Giljanesi hevði TB, sum hevði argentinsku Adrianu Pereyra við aftur, lætt spæl ímóti greipuvinnarunum úr Drátti, sum ikki er sama lið í ár sum seinasta kappingarár. Triðja settið var tað frægasta hjá Drátti, men tað kundi havt endað sum tað ringasta, tá ið TB vann sjey stig á rað og gjørdi tað til 15-6, men seks stig á rað frá Drátti pyntaðu væl um.

Í Hotel Djurhuus-deildini hava SÍ, Fleyr, Mjølnir og TB nú 3 stig, meðan KÍF og Dráttur onki stig hava fingið enn. TB og Dráttur fyri tveir dystir - hini hava bert spælt ein dyst.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2024

60 Leygardagur 05. oktober 2024

Fleyr vann á ÍF í fyrsta fimmsettaranum í Polestar-deildini

Polestar-deildin (menn): ÍF - Fleyr 2-3, Ternan - Mjølnir 0-3

(Savnsmynd: Fleyr)
SkrivaÐ:

Innsent

ÍF - Fleyr 2-3 (23-25, 25-19, 22-25, 25-21, 8-15)

Eftir at liðini høvdu skiftst um at verið á odda til 23-23 í fyrsta setti, vann Fleyr teir tveir avgerandi bóltarnar; fyrst smassjaði Rasmus Potts í blokkin og út, og síðani sló ÍF sítt smassj út av vøllinum.

Við seks stigum á rað frá 9-9 til 15-9 legði ÍF grundina fyri sigurin í øðrum setti, men í triðja setti skiftust liðini aftur um at vera á odda. ÍF legði seg framum 22-21, men so vann Fleyr rest og settið 25-22.

Í fjórða setti fekk ÍF fína byrjan og legði seg á odda 11-6, og hóast Fleyr togaði nakað innaftur og minkaði um munin til 21-23 við fimm bóltum á rað, gjørdist tað ikki veruliga spennandi, tí Hákun Nón smassjaði í blokkin og út, so ÍF vann settið 25-21, og so var javnbrótari á skránni.

Í javnbrótaranum lá Fleyr fyrstu løtuna á odda við einum og tveimum, men eftir at ÍF minkaði um munin til 8-9, vann Fleyr tað sum eftir var - seks stig á rað - og javnbrótaran 15-8.

Ternan - Mjølnir 0-3 (11-25, 18-25, 20-25)
Tað fór altíð at vera stórur munur ímillum meistararnar úr Klaksvík - eisini uttan kanadiararnar, sum ikki hava fingið loyvini enn - og unglingarnar í Ternuni, men á Toftum síggja tey hóast alt tað positiva í at javna til 13-13 í triðja setti, og at vera við í settinum til 20-22, tá Mjølnir so vann tey írestandi stigini, sum tryggjaðu settið 25-20. Eisini 18-21 í øðrum setti, áðrenn Mjølnir vann 25-18, er góðtikið á Toftum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

61 Leygardagur 05. oktober 2024

U17 gentulandsliðið í flogbólti er úttikið

Skal luttaka í CEV-NEVZA kapping 14. til 16. oktober í Ikast í Danmark

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

LandsliðsvenjararnirHelen á Lakjuni og Mateusz Pazgan hava úttikið 12 gentur til U17 gentulandsliðið í flogbólti. Landsliðið fer hin 13. oktober til Ikast í Danmark, har tær skulu luttaka í árligu CEV-NEVZA kappingini.

NEVZA er norðuratlantiska økið í CEV har Ísland, Føroyar, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland luttaka. 

Tað er enn ikki heilt greitt, hvat av hesum londunum Føroyar koma í innleiðandi bólk við.

Venjararnir hava úttikið hesar genturnar: Aftarst frá vinstru: Arina Joensen, Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, Saranja Mouritsen, Miriam Karlsdóttir Johannesen, Nomi Idarsdóttir Beck og Marie Teresa Vitalis. 

Fremst frá vinstru: Sofía Edvinsdóttir, Osla Johannesen, Eva Kallsberg Jacobsen og Marjum á Mýrini.

Harumframt eru úttiknar Ása Thorkildshøj og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

62 Leygardagur 05. oktober 2024

Flogbóltur: U17 dreingir til NEVZA kappingina

U17 dreingjalandsliðið í flogbólti skal eins og genturnar luttaka í CEV-NEVZA kapping í Danmark í døgunum fra 14. til 16. oktober.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Venjararnir Vukasin Nedeljkovic og Mattias Nolsøe Isaksen hava úttikið 12 dreingir til kappingina í Ikast í Danmark.

Útriknu leikararnir eru hesir: Aftarst frá vinstru: Hans Jacob Gaard Petersen, Micah Lukama, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón og Róar í Haraldstovu

Frammanfyri frá vinstru: Brandur Edvard Olsen, Jóhannes Johansen, Ingolf Olsen og Jóhan Kass Henriksen.

Harafturat eru Lukas Poulsen, Rani Ákason og Matheo Eystberg úttiknir. 

Saman við gentunum fer ferðalagið til Danmark hin 13. oktober og er aftur í Føroyum 17. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

63 Leygardagur 05. oktober 2024

Nevndin í Róðrarsambandinum er nú fullmannað

Petur Hansen tekur við sum formaður, og sterki rógvarin Vár Guriardóttir Hansen er nýggj næstforkvinna. Frá at vera fýra í nevndini eru nú seks fólk, umframt tveir eykalimir

Tað gekst ógvuliga striltið at fáa fólk at stilla upp til nevndina í Róðrarsambandi Føroya, men eftir eykaaðrlfundin sær heilt gott út (Mynd: rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gekst ógvuliga striltið at fáa fólk at stilla upp til nevndina í Róðrarsambandi Føroya, men eftir innslag í ítróttarsendingini 3-2 í síðstu viku, brast fyri nev.

Frá tí at ivamál var um nevndin fór at liva upp til viðtøkurnar og frá at vera fýra í nevndini í nøkur ár, eru nú seks fólk, umframt tveir eykalimir, í Róðrarsambandinum.

Eykaaðalfundur varð hildin í vikuni í Róðrarsambandi Føroya, har val av nevndarlimum var einasta evnið á skránni.

Trý av teimum fýra fólkunum, ið vóru í nevndini, stillaðu ikki uppaftur. Annika Dalsgarð hevur verið forkvinna seinastu átta árini, men hon stillaði ikki uppaftur. Tað gjørdi næstforkvinnan Elsa Magnussen og Hugo Skorastein heldur ikki.

[object Object]
Vár Guriardóttir Hansen 

Tað eru nú greitt, at Petur Hansen tekur við formannsessinum. Rituvíkingurin hevur verið í nevndini síðstu tíðina og millum annað havt nógv við inniróður at gera. Har hevur Vár Guriardóttir Hansen veruliga gjørt um seg, og havnarkvinnan er nú næstforkvinna í RSF. 

- Ein verandi nevndarlimur stillaði upp til formanssessin, meðan eitt nýtt valevni stillaði upp til næstformannssessin. Bæði vórðu einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.

Umframt Petur og Vár eru Mira Winther Klit, Rebekka Jacobsen, Henrik Rahbek, Unn Eldevig Petersen nú í nevndini. Jógvan S. Midjord og Elias Zachariassen erueykalimir

Við hesum er nevndin aftur fullmannað, og Róðrarsambandið heldur fram við nýggjum kreftum í nevndini.

- Samstundis vilja vit  nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum fyri teirra frívilliga íkast til tjóðarítróttina. Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

64 Leygardagur 05. oktober 2024

Rógvi Kárason í stórformi

Var næstskjótastur í HCA marathon í Odense farna vikuskiftið - næstbesta marathontíðin hjá føroyingi nakrantíð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin var HCA marathon runnið, og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá mæta, danska skaldinum, H.C. Andersen, Odense.

Marathonrutan verður søgd at vera tann skjótasta rutan í Danmark, møguliga eisini heimsins skjótasta, og fleiri ferðir hava føroyingar luttikið har. Hetta er samstundis kapping um Danmarksmeistaraheitið í marathon.

Ein av bestu rennarunum í Føroyum, Rógvi Kárason, var við í kappingini í ár.

Hann rann væl og javnt allan túrin, og kom á mál sum nummar tvey!

Tíðin hjá Rógva var næstbesta tíðin nakar føroyingur hevur runnið, og er sostatt eisini besta tíð hansara. Hann rann so væl, at ½ marathontíðin var undir Oyggjaleikakravinum, men um tað kann brúkast til Oyl 2025, vita vit í skrivandi stund ikki.

Gamalt met

Tíðin var 2.32.09, og nú er Rógvi nær við føroyska metinum. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær tað verður, skrivar ítróttafelagið Bragdið.

Fyri ikki so langari tíð síðani, var Rógvi skurðviðgjørdur í hjartanum og úrslitið í Odense vísir, at hann er komin væl fyri seg.

Føroyska metið í marathon ljóðar upp á 2:27,53, og er eftirhondini 36 ára gamalt, og millum elstu metini, sum eru sett í frælsum ítróttum. Mæti rennarin, Absalon Hansen setti tað í Hamburg í Týsklandi í apríl 1988. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

65 Leygardagur 05. oktober 2024

Góð veteran úrslit í judo

Búgvi Poulsen vann gull, Petur Sigurð Johannesen bronsu og Jógvan Páll Kristiansen bronsu

Búgvi Poulsen, t.v. og Petur Sigurð Johannesen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Búgvi Poulsen og Petur Sigurð Johannesen hava luttikið í European Veterans Cup í Hamburg, og Jógvan Páll Kristiansen hevur luttikið í altjóða senior judokapping í Veendam í Niðurlondum.

Búgvi luttók í bólkinum M5 (menn 50-55 ár) í vetktbólkinum -81 kilo, og tað gekk so mikið væl, at hann vann gull, so ”Tú alfagra land mítt” rungaði í stóur judohøllini.

Petur Sigurð luttók í bólkinum M3 (menn 40-45 ár) í vektbólkinum -100 kilo. Eisini hann kom í finaluna, men har gjørdist hann ov stuttur móti einum Georgia, sum plagar at vinna sínar kappingar, og harvið endaði Petur Sigurð á einum 2. plássi við silvurheiðursmerkinum.

Jógvan Páll Kristiansen luttók í sínari kapping í bólkinum í vektbólkinum -73. Hetta var eisini ein sterk kapping, har tað eydnaðist Jógvani Páll at vinna bronsumerkið.

Næsta altjóða kapping hjá veteranum er HM, sum verður í Las Vegas um ein mánað, har Búgvi Poulsen (M5 – 81 kg.), Jógvan Páll Kristiansen (M2 -73 kg.) og Jóhannes við Streym Hansen (M2 -73 kg.) fara at luttaka. 

[object Object]
Jógvan Páll Kristiansen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

66 Leygardagur 05. oktober 2024

Fleiri føroyingar vunnu gull í Valby

Fleiri føroyskir landsliðsspælarar í badminton, sum eru búsitandi í Danmark, gjørdu bart í stórari kapping um vikuskiftið

Føroyingar fóru avstað við gullheiðursmerkjunum í øllum finalunum í A-bólkinum (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um vikuskiftið luttóku fleiri av føroysku landsliðsleikarunum í badminton í kapping í tvímansleiki í Valby. 

Felags fyri Miriam í Grótinum, Rúna Øster, Magnus Dal-Christiansen, Jónasi Djurhuus og Árant á Mýruni er, at tey eru búsitandi í Danmark.

Badmintonssambandið skrivar, at hetta gekst bara heilt væl, tí føroyingar fóru avstað við gullheiðursmerkjunum í øllum finalunum í A-bólkinum.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu Miriam í Grótinum og Rúni Øster. Miriam í Grótinum vann eisini finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum - hetta saman við donsku Thea Sisse Rink.

Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster vunnu í tvímansleiki hjá monnum vunnu. Í hálvfinaluni har møttu Magnus og Rúni sínum landsliðsfeløgum Jónas Djurhuus og Árant á Mýruni, har dystarmyndin niðanfyri er frá.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

67 Leygardagur 05. oktober 2024

Skulu boksa altjóða kapping í Hillerød

Teitur Annand Berg, David Kunoy og Karstin Ljósstein umboða Torshavn Boksing í HSK Cup 11 til 13. oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tríggir av bestu nevaleikarunum hjá Tórshavn Boksing, fara í næstum til Danmarkar at vera við í stóru altjóða boksikappingini HSK Cup í Hillerød, sum verður hildin í døgunum 11. til 13. oktober.

Við á hesi stevnuni eru boksarar úr ikki færri enn 520 boksarar meldaðir til úr 14 ymiskum londum.

Við úr Føroyum verða David Kunoy, Teitur Annand Berg og Karstin Ljósstein.

David boksar í weltervekt-flokkinum millum 63,5 og 67 kilo. Teitur boksar í lættvekt millum 57 og 60 kilo og Karstin boksar í lætt veltervekt, sum er 60 til 63,5 kilo.

David og Teitur eru elitu-boksarar og boksa tí uttan hjálm, meðan Karstin boksar U19 við hjálmi.

Allir tríggir eru teir í góðari venjing og menning í løtuni, og tað eru væntanir um at teir kunnu fáa góð úrslit í kappingini. Um tað verður til heiðursmerki, kann bara tíðin vísa.

Í fjør vóru tveir av boksarunum hjá Tórshavn Boksing við í hesi kappingini, og teir komu báðir heim við heiðursmerkjum. David Kunoy fekk gull við at vinna finaluna móti einum belgiara, meðan Andreas Dam Poulsen tapti sína finalu móti einum úr Niðurlondum, og kom sostatt heim við silvurheiðursmerki. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

68 Leygardagur 05. oktober 2024

EM í dart: Allir fýra komu í topp 64

Hetta var góðkent úrslit, tí einans Skotland og Niðurlond megnaðu hetta, skrivar Dartsamband Føroya

Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh, og Uni Árting luttóku í EM í dart. Jens Albert Simonsen er venjari (Mynd: Dartsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna fríggjadag var síðsti leikdagurinl í EM-kappingini í Dart í Slovakia, og her var kappast í einmansleiki.

Hvørt av teimum 40 londunum hevur fýra leikarar, so 160 mans vóru við í kappingini.

Einmansleikur verður spældur sum cup frá byrjan. Bara Jan Erik Fjallstein skuldi spæla í fyrsta umfari, hinir tríggir komu beinleiðis inn í annað umfar.

Jan Erik spældi móti sponskum leikara, og kom afturum 0-1, men hevði síðan munin og vann fýra sett á rað og dystin 4-1.

Í øðrum umfari hitti Jan Erik leikara úr Sveis. Teir fylgdust til 2-2, men síðan setti Jan Erik eitt gear upp, og vann síðstu tvey settini trygt og dystin 4-2.

Remy Gaardlykke hevði í sínum fyrsta dysti mótstøðumann úr Luksemborg. Remy hevði eina øgiliga trilvandi byrjan, og kom skjótt aftur um 0-2. Fekk við tógvið stríð minkað um munin til 1-2, áðrenn maðurin úr Luksemborg aftur økti til 1-3. Men við trimum góðum settum gjørdi Remy eitt comeback og vann 4-3.

Jan MacIntosh skuldi spæla sín fyrsta dyst á pallinum har tað bleiv stroymt. Jan tyktiskt meira ávirkaður av umstøðunum enn rumenski mótstøðumaðurin, tí rumenin var mest sum øll settini fyrr niður á steinging. Men tá rumenin ikki rakti doublarnar, so var Jan eirindaleysur við sínum steingingarnar og tí vann Jan 4-1.

Uni Árting var síðsti føroyingurin at sleppa í gongd. Hetta var í dysti móti leikara av Jersey. Teir skiftust um at vinna settini, har teir høvdu útlegg inntil 3-3. Í síðsta setti átti Jersey-leikarin útlegg, og var nógv fyrr niður á steinging, men so komu nervar uppí og Uni tók av, tá hann fekk møguleikan og vann 4-3.

Nú vóru allir fýra føroysku leikararnir komnir í topp 64 og lagið á monnum var gott, tí umframt Føroyar høvdu einans Skotland og Niðurlond megnað at fingið allar fýra leikararnar so langt.

Men jú longri mann kemur, jú harðari verður mótstøðan. Jan Erik og Remy fingu báðir írskan mótstøðumann. Hvørki Remy ella Jan Erik funnu tað góða spælið fram, og írarnir vunnu greiðar sigrar í báðum dystunum.

Løtu seinni vóru tað Jan og Uni, ið skuldu royna seg, báðir móti leikara úr Grikkalandi. Á pappírinum eitt sindur veikari mótstøðumenn ein teir írsku. Uni kom beinanvegin afturum 0-2, megnaði við tógvið stríð at hanga í koma uppá 2-3, men so var aftur galið og grikkin vann 4-2.

Jan megnaði at vinna fyrsta sett, men síðan bar alt til hjá grikkanum og við settum uppá 15, 17, 13 legði hann seg á odda 3-1. Jan minkaði um munin við góðum setti, men enn eitt sett uppá 15 pílar frá grikkanum gjørdi, at Jan tapti 2-4, og harvið vóru allir føroysku leikararnir slignir út í sama umfari.

Heildarkenslan fyri henda dagin var góð, tí at fáa allar leikararnir í topp 64 var sum sagt nakað, ið øgiliga fá lond megnaðu. Og tá hugsað verður um, at lond sum Spania, Ongland, Danmark og Týskland bert megnaðu at fáa ein leikara so langt, sum allir okkara menn komu, so má dagurin í einmansleiki metast sum góðkent avrik.

Samanlagt endað Føroyar á einum 24. plássi. Hetta kundi verið betri og tað var serliga dagurin í tvímansleiki, har vit einki stig fingu til samlaða roknskapin, sum kostaði. Eisini vóru møguleikar at hála nøkur eyka stig inn í liðkappingini, men í dart eru marginalarnir smáir, og teir vóru ikki við okkum allar dagarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2024

69 Leygardagur 05. oktober 2024

Bjarni rullaði billardárið í gongd

Billardveteranurin av Tvøroyri, Bjarni Thomsen, setti bæði Tvøroyri og føroyskt billard í fokus, tá hann vann fyrstu millumfelags kappingina, Lions Cup Suðuroy, í nýggja billardárinum

Bjarni Thomsen av Tvøroyri feldi flest keylur á fyrstu stóru billardkappingini í ár (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað varð mikil rómur í snotuligu og rúmligu hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag farna vikuskiftið, tá tað eydnaðist spælarum av Tvøroyri at vinna bæði gull og silvur í hesi fyrstu millumfelags kappingini í nýggja kappingarárinum.

Bjarni Thomsen, sum má sigast at vera ein av gomlu veteranunum í føroyskum billard yvirhøvur, tók øll á bóli, tá hann ruddaði borðini eitt fyri og annað eftir og setti beina kós í finaluna í kappingini. Har vann hann á Hugin Albinus, sum er ein av teimum  komandi stjørnunum  í føroyskum billlard.

[object Object]

Í kappingini um triðja plássið eydnaðist tað enn einum veterani í føroyskum billard, Jan Müller at vinna á Óskari Eiríkssyni. Tað eydnaðist eisini Jan at fáa besta einstaka umfarið í kappingini uppá 98 eygu.

Hetta var fimtu ferð, at spælt varð um Lions steypið. Fyrsta árið vann Óskar Eiríksson, síðani Bjarni Thomsen og Jákup Molsøe, og seinasta ár vann Jan Müller hesa vanligu fyrstu kappingina í billardárinum millum spælarar úr øllum landinum.

Hesaferð noyddist Jan so at handa steypið víðari til suðringin, sum enn einaferð hevur tryggjað heimstaðnum stóra steypið. Eftir dystarlok handaði formaðurin í Tvøroyrar Billardfelag og verandi FM meistari, Páll Heri Noløse, vinnarunum steyp.

[object Object]

Lions Cup Suðuroy kappingin er millum teir spælarar í landinum, sum hava eitt meðal uppá í mesta lagi 15 eygu. Tvs. at hetta eru fyri tað mesta spælarar i 2. og 3 deild. Hesaferð vóru 10 spælarar av Tvøroryri og Havn við.

Nú henda kappingin er lokin verður so av álvara lagt upp til ta heilt stóru upphitingina til sjálva FM kappingina. Talan er um Haldor Holm Cup, ið verður leikt á hvørjum ári í Klaksvík og har landsins fremstu spælarar dystast um at fáa sítt navn á tað risastóra steypið til minnis um ein av eldsálunum aftanfyri føroyskt billard, Haldor Holm, sála.

Tá fara vit helst at síggja bestu spælararnar í landinum við verandi og farnum FM meistarunum so sum Páll Hera Nolsøe, Ólavi Kjølbro, Kristian Suna Høgnesen, Halli Joensen og øðrum á odda. Tann kappingin verður 12. oktober, og stutt eftir hana byrjar so FM kappingin fyri lið

[object Object]Hugaligt var at síggja enn ein av gomlu veteranunum í billard, Tórða Holm við sínum sera neyva og framúr góða kúlueygað aftur við borðið. Hann hevur latið køina standa seinastu nærum 30 árini. Nú er líkt til, at hann verður aftur at síggja við billardborðini kring landið. Ein styrkur fyri føroyskt billard (Myndir: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2024

70 Leygardagur 05. oktober 2024

Konfirmantar í Gøtu kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Gøtu kirkju sunnudagin 6. oktober klokkan 11. Ovi Brim er prestur.

Konfirmantarnir eru:

Silvurlín Steinbjørnsdóttir Berg, Lýðarsvegur 2, Toftir. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Eldrafelagnum Nón frá kl. 17.

Ronja Lív Midjord Isaksen, Óluvugøta 5, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Gøtu Fiskavirki frá kl. 16.

Petra Johnsdóttir, Sjúrðargøta 23, Norðragøta. Frá kl. 17.

Erna Olsen, Gaddavegur 26, Nes. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 16.

Irma Svalbard, Gaddavegur 38, Nes. Frá kl. 17.

Sofía Jóhansdóttir Troest, Lýðarsvegur 6, Toftir. Frá kl. 17.

Dhanbi Anthony Cinco, Gaddavegur 3, Nes. Dagurin verður hildin í Hæddini í Saltangará frá kl. 16.

Ingi Djurhuus, Gaddavegur 41, Nes. Dagurin verður hildin í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 17.

Rasmus í Garði Heinesen, Geytagøta 40, Norðragøta. Frá kl. 16.

Gabriel Aron Johannessen, Ólavsvegur 8, Toftir. Dagurin verður hildin í Gott í Saltangará frá kl. 17.

Ingemar Jógvansson, undir Nesinum 18, Toftir. Dagurin verður hildin á Hotel Runavík frá kl. 17.

Jóhannus Lamhauge, Sjúrðargøta 24, Norðragøta. Frá kl. 16.

Uni Narongchai Reinert Olsen, Gaddavegur 9, Nes. Dagurin verður hildin í B68húsinum á Svangaskarði frá kl. 17.

Boas á Reynatrøð, Sjúrðargøta 2, Norðragøta. Dagurin verður hildin í kjallaranum í Gøtu kirkju frá kl. 15.

Rósing Sverrason Toyt, Húsgarður 9, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2024

71 Leygardagur 05. oktober 2024

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vesturkirkjuni 6. oktober klokkan 11. Prestur er Derhard Jógvansson.

Konfirmantarnir eru hesir:

Anna Alfredsdóttir Norðfoss, Undir Gráasteini 3. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Annika Eystberg Sørensen Anderson, Mýrisnípuvegur 14. Dagurin verður hildin á Broncks, Jónas Broncksgøta 17, frá klokkan 16.

Bjørk Høgnadóttir á Rógvi, Pedda við Stein gøta 22. Dagurin verður hildin í KFUK frá klokkan 17.

Bragi Lamhauge Dam, undir Glaðsheyggi 7. Dagurin verður hildin í hølunum á Gróðurstøðini í Hoydølum frá klokkan 17.

Christian Filip Elfinnsson Apol, Heiðaskákið 5. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum í Gundadali frá klokkan 16.

Eir Jákupsdóttir Áarberg, á Frælsinum 12. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Argja Róðrarfelag frá klokkan 16.

Fía Sunadóttir Berglind, Stóragerði 25. Dagurin verður hildin í felagshúsinum í Stóragerði frá klokkan 17.

Hákun Árting Andreassen, Landavegur 56. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá klokkan 16.

Jógvan Paulason Petersen, Suðuroyavegur 17.

Jóna Silja Strøm, Grønulíð 4. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Lea Eivinsdóttir, í Lágabø 4, Kirkjubøur. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum frá klokkan 15.

Magna Holm Johannessen, Suðuroyavegur 9a.

Martin Eivinson, í Lágabø 4, Kirkjubøur. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum frá klokkan 15.

Rebekka Paula Anna Poulsen, á Frælsinum 14. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Rókur Alexson Hentze, Sleipnisgøta 18, Norðasta horn. Dagurðin verður hildin frá klokkan 17.

Sigurður Kristjánsson, ovara Tvørgøta 5. Dagurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni, á Frælsinum 32, frá klokkan 16.

Victoria Skov Eysturoy, undir Kongavarða 130, Argir. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

72 Leygardagur 05. oktober 2024

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Konfirmatión verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 6. oktober. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Konfirmantarnir eru hesir:

Aura Róaldsdóttir, Gróthúsvegur 15. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Bára Bárðardóttir Vilhelmsen, Brobbersgøta 7, Tórshavn. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16. 

Drós Andriasardóttir, Haraldstrøð 4, Tórshavn. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag á Bryggjubakka frá kl 15.

Emma Nattestad Vestureið, Torkilsgøta 13. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17. 

Fía Nolsøe, Millum Gilja 27. Dagurin verður hildin í Starvsfelagshúsinum, J.H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn, frá kl. 16.

Hanna Elisabeth Jacobsen, Guttormsgøta 1. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.30.

Heidi Larsen Winther, Guttormsgøta 18. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15. 

Hervør Hansen, Viljormsgøta 8. Dagurin verður hildin heima frá kl.16.

Kristvør Kjærbo Clementsen, Kirkjustræti 55. Dagurin verður hildin í Ungmannafelagshúsinum á Sandi frá kl. 16.

Lea Traber Olsen, Gortrugøta 4. Dagurin verður hildin á SEV, Landavegur 92, Tórshavn, frá kl. 16.

Maria Bjarnadóttir, Karlamagnusarbreyt 63. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17. 

Maria Magnusdóttir Dam, Við Myllutjørn 29. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, Tórshavn, frá kl. 16.

Naima Dorthea Durhuus, Marinargøta 14. Dagurin verður hildin í Smiðjugerði 1, Tórshavn, frá kl. 16.

Paulina Eyðsteinsdóttir Lyngvej, Ovaragøta 60. Dagurin verður hildin heima frá kl 15. 

Súsanna Joensen, Maritugøta 96. Dagurin verður hildin í Føroya arbeiðarafelag, Stoffalág 17, Tórshavn, frá kl. 15..


Gabriel Banzon Sakarisson, Kristiansgøta 20.

Jóhan Johansen Wraae, Turiðargøta 11, Tórshavn. Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia frá kl. 17.

Leon Hvíthamar Garðshorn, Millum Gilja 2. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16. 

Rúnar Páll Rógvason Danielsen, Dýrindalsgøta 21. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranun í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16.

Sæbjørn Elmarsson Petersen, Turiðargøta 8, Tórshavn. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn, frá kl 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2024

73
Leygardagur 05. oktober 2024

Konfirmantar í Tvøroyrar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin kl. 11 verður konfirmatión í Tvøroyrar kirkju. Prestur er Annika M. Gaard.

Konfirmantarnir eru hesir:

Eiri Wongwai Augustinussen. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Tvøroyri frá kl. 14.

Óli Guttesen. Dagurin verður hildin í Naddoddaneystinum frá kl. 15. 

Stefan Johan Irisarson. Dagurin verður hildin í skótahúsinum á Tvøroyri frá kl. 15. 

Marius Bogason Johannessen. Dagurin verður hildin heima í Syðrutoftum 15 frá kl. 15.

Isak Vinther Leo. Dagurin verður hildin á Seglloftinum frá kl 15.

Boas Strøm. Dagurin verður hildin í Miðnámsskúlanum í Hovi frá kl. 15. 

Andreas Holm Thorsteinsson. Dagurin verður hildin í skúlagarðinum í Trongisvágsskúla frá kl. 14.

Christian Mørk Øssursson. Dagurin verdur hildin í Fylking frá kl. 14.

Ida Dimon Abrahamsen. Dagurin verður hildin í forhøllini í Trongisvágshøll frá kl. 14.

Femja í Lágabø. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Handverkarafelagnum frá kl. 14.

Maria Kari Nygaard. Dagurin verður hildin á Sjógøtu 108, frá kl. 15.

Elin Abria Persson. Dagurin hildin í hølunum hjá Vágs róðrarfelag frá kl. 14.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2024