Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 28. september 2024 | Nr. 39 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Besta OL-úrslit hjá Føroyum

SíÐa 56

1 Leygardagur 28. september 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

KT-trygd

Ein hendingarík vika nærkast endanum. Nógv er hent. Ein landsstýriskvinna stendur til at verða send til hús fyri at hava sagt ósatt fyri løgtinginum, óttast verður fyri haldførinum hjá landsbúskapinum nú beint áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 skal leggjast fram, og enn tosa vit um at byggja heimsins longsta undirsjóvartunnil sum um tað var at leggja ein veg í óbygdum uttan atlit til hvat skal henda, um vandi skuldi uppstaðið langt undir Suðuroyarfirði, til dømis at eldur kom í ein buss og kvalandi roykur legðist í tunnilin.

Mest ræðandi tíðindini komu tó úr Klaksvík, tá kommunan boðaði frá, at kommunala KT-skipanin var óvirkin, og hevur verið tað alla vikuna.

Og so vísti tað seg, at kommunan helst hevur verið offur fyri onkrum slagi av óndsinnaðum álopi. Tað slepst ikki framat nøkrum í telduskipanini – alt bendir á, at sníkur hevur verið á vitjan og læst alt av. Og kanska eisini fingið fatur á sera viðkvomum persónligum upplýsingum. Kommunan er bundin í hond og fót, tí alt virksemi, so at siga, er bundið upp at telduskipanini, sjálvandi.

Borgarstjórin hevur í miðlunum greitt frá, at ongin veit, hvør sníkurin er, og at viðkomandi hevur heldur ikki givið seg til kennar ella er komin við nøkrum kravi um hvat skal til fyri at fáa latið telduskipanina uppaftur.

KT-deild og ábyrgdarhavar av KT-trygdini hjá Klaksvíkar kommunu eru endað í ringastu marru, sum hugsast kann.

Og meðan serfrøðingar í hesum døgum berjast við at fáa greiði á hvussu trupulleikin kann loysast og kommunan fáa til at virka aftur, munnu tað vera nógv í líknandi størvum aðrastaðni kring landið, bæði á almennum stovnum og privatum virkjum, sum seta sær spurningin, um slíkt eisini kundi verið hent teimum.

Jú, tað kundi tað.

Við nýggju talgildu tøknini hava øll í prinsippinum atgongd, ella møguleika fyri at skapa sær atgongd til allar KT-skipanir í verðini. Í prinsippinum. Tí tað krevst ein stórur og neyvur kunnleiki, dugnasemi og ikki minst frekleiki at bróta inn í ognir og loynidómar hjá øðrum.

Men tað liggur frítt fyri hjá øllum at royna. Og tað verður gjørt. Tað er ein sannroynd.

Og her fingu vit so enn ein lærupenga í hvussu týdningarmikið tað er at taka KT-trygd í allar størsta álvara. Vit siga ikki, at Klaksvíkar kommuna ikki hevur tikið trygdina í álvara, tí tað hava vit onga vitan um, men sambært borgarstjóranum hava tey gjørt tað – altso, tikið tað í álvara.

Og hvat kunnu vit so læra av tí?

Kanska at tað ikki er nóg mikið at taka KT trygd í álvara. Tað vil altíð vera onkur svikari, ið freistast av møguleikanum at vinna lættar pengar, ella bara at dyrka sína óreinheit, og tí krevst at vera á varðhaldi og áhaldandi seta spurningin um trygdin er nóg góð.

Tí tað átti ikki at kunna borið til at lagt alla umsitingina hjá eini heilari kommunu lamna við einum einstakum innbroti. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2055

    Lisnar síður: 7195

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 28. september 2024

Føroyar partur av framtíðar rúmdarvinnu

Hvussu kunnu Føroyar  gagnnýta rúmdina, tá ið tað m.a. ræður um innovatión, framburð og fylgisveinagrundaður tænastur í framtíðini?

Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, bjóðar heimskenda danska astronautinum Andreassi Mogensen vælkomnum til Føroya (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta varð partur av boðskapinum á áhugaverdum tiltaki, sum Føroya Tele skipaði fyri í høvuðssætinum í Hoyvík mánadagin.  Á skránni vóru fyrilestrar, har Andreas Mogensen, ESA-astronautur, Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgevi á DTU Space, og David Arge Klevang, lektari á DTU Space, varpaðu  ljós á framtíðarmøguleikarnar, sum Føroyar og Arktis hava í rúmdini.

[object Object]Fv. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kristian Davidsen, stjóri, Andreas Mogensen, astronautur, Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður og David Arge Klevang, lektari á DTU Space (Mynd: Jan Müller)

Tað var stjórin í Føroya Tele, Kristian Davidsen, sum beyð vælkomin og greiddi frá, hvussu samstarvið var komið í lag, og hvørjar jaligar avleiðingar tað kann fáa fyri Føroyar og føroyingar.

Kristian Davidsen vísti á, Føroya Tele er ikki beinleiðis ein partur av rúmdarvinnuni og verður tað neyvan heldur í framtíðini. Tó so er tað, sum hendir í rúmdarvinnuni serstakliga viðkomandi fyri Føroya Tele og fjarskiftisbrúkarnar í Føroyum.

- Seinastu 30 árini hava vit vant okkum við, at fartelefonin er ein týðandi partur av dagligdegnum. Soleiðis var tað ikki fyrr, tá telefonirnar vóru fastbundnar í ein leidning. Fartelefonirnar eru knýttar í radiostøðir, sum standa ymsastaðni í landinum, men tað at samskifta yvir fylgisveinar, sum hanga í leysari luft har úti onkustaðni, er ikki so nýtt.

Menningin av fjarskiftis- og samskiftis tænastum yvir fylgisveinar hevur gingið við rúkandi ferð seinastu árini. Føroya Tele fylgir hesi gongdini neyvt soleiðis, at vit altíð kunnu bjóða dygdar fjarskiftis- og samskiftistænastur til verandi og nýggjar kundar. Ein partur av hesari tilgongd er, at Føroya Tele hevur eitt samstarv við DTU Space og ESA um at kanna tørvir og loysnir, sum hava við fylgisveinasamskifti at gera segði Kristian Davidsen. 

Per Lundahl Thomsen tosaði síðani um týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini, og David Arge Klevang tosaði  um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis.

David Arge Klevang tosaði um l leiklutin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavi og Arktis og um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.

Høvuðsgesturin á tiltakinum var danski astronauturin,  Andreas Mogensen, sum greiddi frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann tosaði eisini um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.

[object Object]

Fyrilestrarhaldararnir vóru á einum máli um, at Føroyar liggja seg væl fyri til at kunna gerast partur av framtíðar rúmdarvinnu, og tí eggjaðu teir eisini føroyskar ungdómar til at síggja møguleikar fyri at útbúgva seg innan rúmdarvinnuna.

Leikluturin hjá Føroya Tele í tiltakinum og vitjanini av rúmdarfólkunum er, at FT hevur gott samband við DTU, Danmarks Tekniske Universitet og hevur ymiskt samstarv við tey.

Endamálið við vitjanini hjá ferðalagnum hevur verið at promovera STEM fakøkini (Science, Technology, Engineering, and Mathematics) við fokus á rúmdarvinnuna, og har Andreas Mogensen hevur havt framløgu fyri skúlanæmingum og framhaldsnæmingum bæði í Løkshøll í Runavík og á Glasi í Havn.

[object Object]Johan Mortensen og Andreas Mogensen á Føroya Tele. 

Tað var annars Johan Mortensen, íverkseti og ráðgevi, sum samskipaði ferðina hjá Andreas Mogensen og hinum í ferðalagnum, og hevur fingið í lag vitjaninar við teir viðkomandi partarnar, sum tey hava vitjað.

[object Object]Føroyar liggja sera væl fyri at kunna vera partur av framtíðar rúmdarvinnu, eitt nú til at taka niður data frá fylgisveinum og annars at kunna fylgja virksemi bæði í luftini og undir sjónum. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

3 Leygardagur 28. september 2024

Pilou Asbæk skuldsettur fyri at eta livandi hummara í Føroyum

Umboð hjá Sea Shepherd hevur skuldsett danska sjónleikaran og kendan danskan matummælara fyri brot á djóraverndarlógina

Pilou Asbæk her í miðjuni saman við føroysku sjónleikarunum, Sofíu Nolsøe og Egor Venned og leikstjóranum Kasper Kall
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir danir, sum herfyri fingu sær eitt øðrvísi matupplivilsi í Føroyum, eru nú meldaðir til løgregluna, eftir øllum at døma fyri brot á djóraverndarlógina.

Talan er um sjónleikaran Pilou Asbæk, sum spælir høvuðsleiklutin í danska filminum “No rest for the Wicked”, sum verður upptikin í Føroyum, og so journalisturin Søren Frank, sum skrivar um mat fyri Berlingske Tidende.

Grundarlagið fyri skuldsetingini er ein reportaga (krevur hald, -red.) hjá Søren Frank, sum fyrr í summar varð boðin til Føroyar av Visit Faroe Islands at royna hvat matstovurnar her á landi hava at bjóða.

Í rúgvusmiklu reportaguni, sum varð prenta í sunnudagsberlingaranum 15. september, lýsir Søren Frank millum annað matupplivingina, sum hann saman við Pilou Asbæk, upplivdu heima hjá hummaraútflytaranum Marna Simonsen á Argjum.

Tað er lýsingin hjá Søren Frank, sum hevur fingið Valentina Crast til at melda teir báðar menninar. Valentina Crast arbeiðir fyri Sea Shepherd og hevur eisini verið uppstillað á valinum til ES-tingið fyri flokkin Alternativet.

[object Object]
Søren Frank, roynir ein snjókrabba á matstovuni Roks (Mynd av Instagram)

Við blaðið BT sigur Valentina Crast, at tað, sum verður lýst í greinini hjá Søren Frank er greitt brot á djóraverndarlógina.

BT hevur eisini fingið váttað frá føroysku løgregluni, at fráboðanin er móttikin.

Søren Frank hevur ikki viðmerkingar til skuldsetingina og sigur seg heldur ikki hava hoyrt nakað frá føroyskum myndugleikum, eftir at grein hansara stóð í blaðnum.

BT skrivar eisini, at sambært fráboðanini til løgregluna, skulu eisini Marni Simonsen og Visit Faroe Islands rokna við at fáa eina skuldseting.

Tað, sum fekk danska umboðið hjá Sea Shepherd at boða løgregluni frá brotinum á djóraverndarlógina, var hetta brotið í greinini hjá Søren Frank:

“Fiskeimportørens specialitet er jomfruhummere, som skal spises så friske som muligt og helst levende. Ifølge fiskehandleren selv er han leverandør til selveste Vladimir Putin, som kun vil spise levende hummere, fordi det er den eneste måde, den russiske præsident kan være sikker på, at de ikke er forgiftede. Marni viser os, hvordan vi skal holde jomfruhummerens hale nede i kogende vand, mens vi tæller til 12. Herefter spiser man halen, mens man holder om kløerne, så de ikke bider en i næsen. Det smager himmelsk rent, ikke mindst med et par dråber citron og lidt salt.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

4 Leygardagur 28. september 2024

Kann verða noydd at leggja frá sær

Tað er trýst á landsstýriskvinnuni Ingilín Didriksen Strøm, sum hevur sagt ósatt fyri løgtinginum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, hevur sambært Degi og viku, sagt ósatt fyri løgtinginum og hevur tí eisini brotið lógina um ábyrg landsstýrismanna.

Tað er niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini, sum enn ikki er almenn, men sum Kringvarpið hevur fingið upplýsingar um.

Setningurin, sum kann fella Ingilín Didriksen Strøm er sagdur á tingfundi um Bústaðir 2. mai í ár.

- Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðar haldførinum hjá Búðstøðum, segði Ingilín Didriksen Strøm.

Landsstýriskvinnan fekk eina viku at koma við sínum viðmerkingum til niðurstøðuna, men hevur biðið um longda freist 7. oktober.

Løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, segði í 2015, at um eitt landsstýrisfólk sigur ósatt við vilja, skal tað hava politiskar avleiðingar.

Nú verður mett, at tríggir møguleikar eru.

Tann fyrsti er, at Ingilín Didriksen Strøm leggur frá sær sum landsstýriskvinna. Annar møguleikin er, at løgmaður loysir hana úr starvi. Triði møguleikin er, at eitt misálitisuppskot verður lagt fyri løgtingið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

5

Størv

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6 Leygardagur 28. september 2024

Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi

Fleiri av telduskipanunum hjá kommununi eru óvirknar í løtuni. Hetta er ein trupulleiki, sum í stóran mun rakar fyrisitingina hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu, sigur Klaksvíkar kommuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi. Starvsfólk hjá kommununi arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, júst hvat er hent, og hvør avleiðingin er.

Ítøkiliga merkir hetta, at fleiri av telduskipanunum eru óvirknar í løtuni. Hetta er ein trupulleiki, sum í stóran mun rakar fyrisitingina hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Einstakir stovnar eru eisini raktir og veita eina skerda tænastu, eitt nú hevur barnatannrøktin í løtuni einans opið fyri teimum, sum hava ein bráðfeingis tørv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

7 Leygardagur 28. september 2024

KT-tilbúgvingin hjá landinum hækkað

Klaksvíkar kommuna er álopin av teldusníkum, og tískil hevur KT-trygdarráðið á Gjaldsstovuni hækkað KT-tilbúgvingina

Leif Abrahamsen er stjóri á Gjaldstovuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við netálopið á Klaksvíkar kommunu hevur KT-trygdarráðið á Gjaldstovuni hækkað KT-tilbúgvingina. Gjaldstovan umsitur Landsnet, Skúlanet, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar. Yvirvakingin av hesum KT-kervunum vísir, at einki óvanligt er í umbúna.

Tá ið ein samstarvsfelagi, sum í hesum føri Klaksvíkar kommuna, verður álopin, hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við tær av okkara tænastum, sum viðkomandi samstarvsfelagi brúkar.

- Øll kunnu gerast offur fyri netálopum. Hesa ferð er tað Klaksvíkar kommuna. Vit fylgja støðuni og harmast almikið, at henda støðan er íkomin, og vit eru til reiðar at veita ta hjálp, sum vit kunnu, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni.

Hann heldur fram, at Gjaldstovan raðfestir KT-trygd høgt, og vit arbeiða støðugt við at tryggja og bøta um trygdina á teimum KT tænastum, ið Gjaldstovan veitir. Vit arbeiða støðugt við trygdartiltøkum, og stórur partur av útreiðslunum hjá Gjaldstovuni fara til trygd. Stórar íløgur verða gjørdar í trygdarloysnir til bæði yvirvaking og fyribyrging.

Hóast einki er 100 prosent trygt, so gera vit tað, sum vit megna fyri at minka um váðarnar og at bera so skjótt at sum gjørligt, tá ið nakað hendir, sigur Gjaldstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

8 Leygardagur 28. september 2024

Klárt at bjóða nýggjar SSL-ferjur út

Strandferðslan hevur lagt fram tekningarnar til komandi ferjurnar

(Mynd: Johan Dahl á Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stendur tað til Strandfaraskip Landsins, so er ynskið, at fimm nýggjar ferjur verða bygdar til at avloysa tær gomlu ferjurnar, sum í dag røkja tær smærru oyggjarnar.

Ásannandi at tað ikki fer at henda upp á eingang, so er ynskið at farið sum skjótast verður í gongd við at byggja ta fyrstu.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sum eins og almenningurin er spentur upp á at síggja, hvat er lagt í løgujáttanina hjá Strandferðsluni, tá fíggjarlógin fyri 2025 verður almannakunngjørd mánadagin.

Vónin er, at játtanin er so mikið stór, at farast kann undir at bjóða tað fyrsta skipið út til áhugaðar skipasmiðjur í Føroyum og Norðurlondum.

Lagt fyri løgtingsfólkum í gjár

Mikudagin var strandferðslustjórin í løgtinginum og legði fram nýggju tekningarnar til ætlaðu ferjurnar fyri tingfólkunum.

Tað var í fjør, at projekteringin til ferjurnar varð boðin út. Skipasmiðjan MEST vann útboðið, og í tøttum samstarvi við Strandferðsluna og fylgibólk av staðkendum fólki og skipamanning, hevur skipasmiðjan nú gjørt tekningar til tvær nýggjar ferjur – eina miðalstóra, ætlað til sigling til Nólsoyar og Kalsoynna, og eina minni ferju, ætlað til Svínoyar/Fugloyar og til Skúvoyar.

El-riknar við Voith-skipan

Talan er um ferjur, sum verða elriknar, tó við einum dieselmotori at taka til um neyðugt.

Framdriftin verður ikki við skrúvu, men við eini sokallaðari Voith-skipan, sum er ein víðarimenning av asimutt-skipani, men nógv rakstrartryggari og mannereringarbetri, sambært strandferðslustjóranum.

Miðalstøddin, ætlað til Kalsoyar- og Nólsoyarsiglingina, verður 43 metrar long og 12,4 metrar breið og tekur 20 persónbilar, ella tveir størri bilar og 14 persónbilar. Setur verður til 143 fólk. Motororkan verður 4 megaWatt.

Tann minna støddin, ætla til sigling í Svínoynna, Fugloynna, Skúvoynna og møguliga eisini í Hest, tekur tveir bilar og hevur eina motororku á 3 megaWatt. Skipið kann sigla við 122 ferðafólkum um summarið og 74 um veturin. Skipið hevur rampu afturi í reyv, so møguligt er at rulla bilarnar í land í Svínoy og Fugloy um líkindi eru til tess.

- Tað verður eitt stórt framstig, og eisini tað, at bilarnir kunnu standa inni undir flutningi, sigur strandferðslustjórin.

[object Object]
Strandferðslustjórin her saman við landsstýrismanninum við samferðslumálum (Mynd: ssl.fo)

Politiska skipanin má raðfesta

- Uppskotini vórðu væl móttikin av tingfólkunum, greiðir Niels Juel Arge frá.

- Nú fáa vit at síggja, hvat er politiskt gjørligt, tí tað nú verður upp til politisku skipanina at gera av at veita fígging og eisini at avgera í hvørjari raðfylgju skipini skulu byggjast.

- Stóð tað til okkara, so vildu vit helst farið undir at bygt øll beinanvegin, tí tørvur er á at skifta strandfaraskipini út, sigur strandferðslustjórin væl vitandi, at so verður ikki.

- Tað gongur ikki at sigla við so gomlu skipum, sum vit hava nú, eitt nú á Fugloyar og Kalsoyarleiðini. Umvælingarnar eru dýrar og nógvar, eykalutir eru truplir at fáa fatur á, og tað tynnist við fólkum, sum duga og hava kunnleika til at gera umvælingarnar. Og so lúka tey heldur ikki nútíðar standardir, sigur Niels Juel Arge.

Varðveita Teistan

Í fyrstu atløgu fegnast hann tó um, at tað sær út til, at Strandferðslan sleppur at varðveita Teistan, tí alt bendir á, at landsstýriskvinnan við fígjarmálum tekur inntøkujáttanina á 30 milliónir fyri sølu av Teistanum úr aftur fíggjarlógini, so at skipið kann setast í siglingina til Kalsoynna.

Harvið verður gamli, men ógvuliga álítandi Sam tikin út og kann brúkast sum tiltaksskip og at flyta farm út á tær smáu oyggjarnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

9 Leygardagur 28. september 2024

Veljararnir ynskja ópolitiskt kommunuval

Tríggir av fýra føroyskum veljarum halda, at betur hevði verið um politisku flokkarnir blandaðu seg uttan um valið til kommunustýrini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórur partur av føroysku veljarunum halda, at politisku flokkarnir ikki átti at blanda seg upp í kommunuvalið.

Tað sigur ein veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin 11. september.

Tríggir av fýra veljarum – 74,7 prosent – halda, at uppstillingin til kommunuvalið átti at verið óheft av politisku flokkunum.

Einans 15,1 prosent halda at uppstillingin skal vera politisk, meðan 10,2 prosent siga seg ikki hava eina meining upp á spurningin, sum ljóðaði: “Heldur tú at uppstillingin til kommunuval eigur at vera politisk ella ópolitisk í tíni kommunu?”.

Meiriluti í øllum flokkum

Og tað er yvir alt politiska spektrið, at stórur meiriluti er millum veljararnar fyri ópolitiskari uppstilling til kommunuval. Størstu undirtøkuna fyri politiskari uppstilling finna vit í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, har tað eru ávikavist 30 og 29 prosent, sum halda at uppstillingin skal vera politisk.

Eisini í Tórshavnar kommunu, har býráðsvalið so at siga altíð hevur verið politiskt, halda veljararnir, at politisku flokkarnir ikki áttu at verið partur av valinum.

Har eru tað 65 prosent, sum mæla til ópolitiska uppstilling móti 23 prosentum, sum halda, at hon skal vera politisk. Uttan fyri Havnina eru tølini ávikavist 83 og 9 prosent.

So at siga ongin munur er tá hugt verður eftir kynunum, meðan tá hugt verður eftir aldrinum, eru tað eitt vet fleiri í eldra aldursbólkinum (45 ár og upp), sum halda, at uppstillingin skal vera ópolitisk.

Meirilutin økist

Fyri fýra árum síðani settu vit sama spurning í eini veljarakanning, sum varð gjørd stutt undan kommunuvalinum.

Eisini tá var stórur meiriluti fyri ópolitiskari uppstilling. Men ein sammeting vísir, at meirilutin er størri nú.

Parturin av veljarum, sum mæla til ópolitiska uppstilling ar farin frá 70,7 til 74,7 prosent, meðan parturin, sum mælir til politiska uppstilling er vaksin eitt lítið vet frá 14,8 til 15,1 prosent – tað vil siga, at tað eru færri, sum eru iva nú.

Føroyska kommunuvalið er 12. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

10 Leygardagur 28. september 2024

Alsamt fleiri børn ganga ikki í vanligum skúla

Seinasta skúlaár gingu 360 børn ikki í vanligum skúla, men fingu heima- ella sjúkraundirvísing ella undirvísing í sertilboði. Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, fer nú at kanna støðuna nærri

– Skúlafrávera kann ganga út yvir tað sosiala og tað fakliga og kanska eisini sálarligu heilsuna. Eitt barn, sum ikki gongur í skúla, er í nógv størri vanda fyri at enda í misbrúki ella kriminaliteti, sigur Pætur Zachariasson (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Skúlafrávera er ein endurspegling av teimum avbjóðingum, sum børn hava í dag. Tað er ein handlingsmøguleiki, sum børn hava. Tey eru kanska útihýst av felagsskapinum í skúlanum, men hava ein felagsskap á netinum, har tey eru góðtikin og klára seg væl.

Soleiðis sigur Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, ið fer at granska skúlafráveru í einari ph.d. verkætlan.

Alsamt fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum og vilja ikki í skúla. 360 børn gingu seinasta skúlaár ikki í vanligum skúla, men fingu heima- ella sjúkraundirvísing ella undirvísing í sertilboði. Hetta talið er nógv hækkað seinastu árini. 

Tað kann hava álvarsligar avleiðingar fyri børn, um tey ikki ganga í skúla, men tað kann eisini vera ein vinningur.

– Skúlafrávera kann ganga útyvir tað sosiala og tað fakliga og kanska eisini sálarligu heilsuna. Eitt barn, sum ikki gongur í skúla, er í nógv størri vanda fyri at enda í misbrúki ella kriminaliteti.

– Men barnið handlar meiningsfult út frá teimum umstøðum, tað er í, og um tað ikki trívist í skúlanum, so er tað meiningsfult hjá tí at vera fráverandi. Í summum førum kann tað vera gott fyri barnið ikki at fara í skúla, tí mistrivnaðurin í skúlanum hevur eisini álvarsligar avleiðingar. Vit síggja eisini, at nøkur børn blóma, tá tey taka seg úr skúlanum. 

Serskipanir verða í alsamt størri mun nýttar at hjálpa børnum, ið hava trupulleikar í fólkaskúlanum.

– Í nógvum førum er tað ein góð hjálp, tí tá verður undirvísingin skræddaraseymað til barnið. Men vit mugu eisini hugsa um, hvat tað er fyri ein skúla, ið vit vilja hava. Sertilboð kompensera fyri onkrum, ið kann vera trupult hjá barninum, men tey eru eisini tekin um vantandi fleksibilitet í tí vanligu skúlastovuni.

– Krøvini til næmingarnar í vanliga skúlanum vaksa, og tað verða fleiri næmingar, ið pláss ikki er fyri í skúlunum, sum so í staðin mugu í sertilboð. Eg haldi ikki, tað er rætta leiðin at fara. Vit mugu hava ein fólkaskúla, sum rúmar teimum børnum, ið eru borgarar í okkara landi, og ikki smalka normalhugtakið so nógv, at tað bert er pláss fyri teimum, ið klára seg ordiliga væl í tí vanliga skúlanum, sigur Pætur Zachariasson.

Kelda: Granskingarráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

11 Leygardagur 28. september 2024

Lættari atgongd til bústaðarmarknaðin

Sambandsflokkurin hevur útarbeitt eina ætlan fyri at lætta um hjá føroyingum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Uppskotið skal fíggjast við at leggja ein serskatt á peningastovnarnar og tryggingarfeløgini 

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt uppskot, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at sleppa á bústaðarmarknaðin. Ætlanin varð løgd fram á tíðindafundi á Svangaskarði á Toftum mánadagin.

Kanningar vísa, at 94 prosent av føroyingum vilja búgva í egnum bústaði, og at tørvur er á fleiri enn túsund bústaðareindum. Alsamt hækkandi sethúsaprísir og krøv frá peningastovnum gera, at tað gerst truplari og truplari hjá serliga barnafamiljum og familjum við lág- og miðalinntøkum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Við uppskotinum vil Sambandsflokkurin gera tað lættari hjá fyrstuferð keyparum.

Uppskotið hevur m.a. við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, ið skal inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð, kann fáa góðar 800.000 krónur yvir eitt 10-ára tíðarskeið, ímeðan tey skulu etablera seg og hava brúk fyri pengunum.

Ein bústaðargrunnur skal sambært uppskotinum setast á stovn, har fólk kunnu lána upp til 5 prosent av eginfíggingini, í mesta lagi 200.000 krónur. Stovnfæið skal fíggjast við einum gjaldi álagt peningastovnunum, sum skal gjaldast í grunnin yvir eitt 10-ára tíðarskeið.

Pensjóngjaldið verður umskipað soleiðis, at tað verður møguligt at fáa helmingin av pensjónsgjaldinum útgoldið sum løn í 10 ár.

Harumframt skal barnafrádrátturin hækkast við 1.000 krónum um mánaðin fyri hvørt barn upp til 7 ár, og útgjaldið úr Barsilsskipanini skal hækka úr í mesta lagi 30.000 krónum til at vera í mesta lagi 40.000 krónur um mánaðin.

Fyri at fíggja uppskotið mælir Sambandsflokkurin til, at leggja ein serskatt á 7 prosent á føroysku peningastovnarnar og tryggingarfeløgini.

Fólk, sum fáa eyka løn í eitt tíðarskeið, fíggja hetta sjálvi, tí hetta er teirra egna pensjónsinngjald, sum verður flutt til løn í eitt tíðarskeið upp til 10 ár. Skatturin av hesum partinum av lønini verður 40 prosent, og fer allur til kommunurnar, so tær onki missa. 

Ein inntøkugrundaður býlisstuðul verður skipaður til tey, sum leiga. Býlisstuðulin verður fíggjaður við at umskipa rentustuðulin.

Umsitingin av átøkunum verður latin til verandi stovnar. Bústaðargrunnurin skal umsitast av Bústøðum, pensjóns-/lønarútgjaldið umsitast av Taks, og býlisstuðulin av Almannaverkinum.

Bústaðargrunnurin skal vera partur av landsroknskapinum, men verður ikki á fíggjarlógini.

Fyri at seta hetta í verk krevjast nakrar lógarbroytingar, ið kunnu fremjast skjótt. Tær eru:

  • broytingar í ásetingarlógini um hægri barnafrádrátt
  • broytingar í skattalógini um serskatting av peningastovnum og tryggingarfeløgum
  • broytingar í lógini um barsilsskipan um møguliga javning av inngjaldinum
  • broytingar í eftirlønarlógini og rentutryggingarlógini um pensjónsinngjald flutt sum løn

Endamálið við hesum átøkum er, at barnafamiljur og familjur við lág- og miðalinntøkum fáa møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Við uppskotinum verður minkað um sosiala ójavnan millum fólk, og ger tað lættari hjá føroyingum at velja at búseta seg í øllum Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

12 Leygardagur 28. september 2024

Ung í Danmark vita lítið um Føroyar og Grønland

Dansk Ungdoms Fællesråd hevur staðið fyri eini umfatandi kanning millum ung ríkisfelagsskapinum. Kanningin verður løgd fram í Keypmannahavn í dag

Felagsskapskenslan millum ung í ríkisfelagsskapinum er ógvuliga avmarkað (Tilvildarlig savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ógvuliga avmarkað hvat ung í Danmark vita um Grønland og Føroyar, og eisini er felagsskapskenslan fyri Grønlandi og Føroyum ógvuliga lítil. Hinvegin vita ung í Grønlandi og Føroyar nakað um Danmark, men tó er vitanin avmarkað.

Hetta vísir ein frágreiðing, sum Dansk Ungdoms Fællesråd, DUF, almannakunnger í dag.

- Frágreiðingin setir sjóneykuna á viðkomandi trupulleikar og skeivleikar innan fyri ríkisfelagsskapin. Tí er okkara vón, at frágreiðingin fer at skapa kjak og gróðrarbotn fyri umhugsan. Tað eru bert við felags virðum so sum forvitni, javnvirði og opinleika, at við í framtíðini kunnu knýta tættari bond og størri fatan millum ung í ríkisfelagsskapinum, sigur Christine Ravn Lund, forkvinna í DUF.

Serliga tey ungu í Danmark hava lítið í felag við ung í Føroyum og Grønlandi. Heili 71 prosent av donskum ungum halda seg onki ella líti hava í felag við ung í Grønlandi, og 66 prosent halda seg ikki hava nakað í felag við ung í Føroyum.

Ung í Føroyum kenna ein munandi hægri felagsskap við ung í Danmark og Grønlandi, meðan ung í Grønlandi als ikki halda seg hava nakað í felag við ung í Føroyum.

Frágreiðingin hjá DUF verður løgd fram á einum tiltaki á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn seinnapartin í dag.

Tøl út kanningini

  • 15 % af donskum ungum siga, at tey onga vitan hava um Føroyar, meðan hetta er galdandi fyri 32 % av ungum í Grønlandi. Til sammetingar siga 0 % av ungum í Føroyum og 7 % av ungum í Grønlandi, at tey onga vitan hava um Danmark.
  • Ung í Grønlandi (49 %) og í Føroyum (41 %) kenna í onkran ella størri mun ein felagsskap við ung í Danmark, meðan ung í Danmark ikki uppliva sama felagsskap (ávikavist 21 % kenna ein felagsskap við Grønland og 24 % við Føroyar).
  • Meirilutin av teimum ungu tvørtur um ríkisfelagsskapin ynskja at styrkja samstarvið (52 % av teimum ungu í Danmark, 51 % í Føroyum og 52 % í Grønlandi svara millum 6 og 10 á einum skala frá 1 til 10, har 5 er, at varðveita støðuna, sum hon er í dag, meðan 1-4 er niðurlaging og 6-10 er ynski um at styrkja samstarvið millum londini)
    • Verður parturin tikin við, sum vil varðveita samstarvið, sum tað er í dag, so er talan um góð 70 % av donskum ungum og knapt 65 % av teimum ungu í Føroyum og Grønlandi. 

Sjómaq-verkætlanin hevur gjørt kanningina í samstarvi við Epinion. Helst er hetta fyrstu ferð, at ung verða spurd somu spurningar samstundis um viðurskifti, sum viðvíkja ríkisfelagsskapinum.

Endamálið við Sjómaq verkætlanini er at styrkja bondini og kunnleikan millum londini í ríkisfelagsskapinum. Dansk Ungdoms Fællesrád hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við AFS og MFS íFøroyum og SORLAK og AFS í Grønlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

13 Leygardagur 28. september 2024

Standmyndin av Andreu Árting avdúkað

Leygardagin var stórt hátíðarhald í Steinatúni í Havn

Eftirkomarar hjá Andreu Árting (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin leygardagin varð standmyndin av Andreu Árting avdúkað. Standmyndin stendur í Steinatúni.

Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, ið avdúkaðu standmyndina.

Í røðu sínari vístu Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Andrea Árting hevur havt týdning fyri allar Føroyar.

Nógv fólk var samankomið, og Havnar Hornorkestur spældi løg hjá Andreu Árting á hátíðarhaldinum.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Tórshavnar kommunu

Nógv fleiri myndir her


[object Object]Listamaðurin Edward Fuglø hevur evnað standmyndina

[object Object]
Kári Árting, ommusonur Andreu Árting, helt røðu

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2024

14 Leygardagur 28. september 2024

Standmyndin fagnar Andreu Árting og føroyskum kvinnum

Edward Fuglø hevur gjørt serstøku standmyndina í Steinatúni, sum hevur ymiskt myndamál í sær

- Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Andrea Árting var í áratíggju forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og slóðaði millum annað fyri, at menn og kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði.

Tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað í Steinatúni sunnudagin, helt Edward Fuglø, sum hevur gjørt standmyndina, eisini røðu.

Í røðuni greiddi listamaðurin frá um standmyndina og symbolini í henni - millum annað greiddi frá um tær sjey greinarnar í trænum.

[object Object][object Object]Til avdúkingina. Edward Fuglø sæst millum Heðin Motensen, borgarstjóra og Kára Árting, ommuson Andreu Árting. Gunnvør Balle, stigtakari, sæst uttast til vinstru (Myndir: Ólavur Frederiksen)

Eisini segði listamaðurin, at standmyndin fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men at standmyndin eisini fagnar føroyskum konum, sum heild.

Her her er brot úr røðuni, ið Edward Fuglø, listamaður, helt:

Standmyndin er formað sum eitt træ, - eitt bronsutræ.

Íblásturin, ella konseptið, stavar frá øllum teimum gomlu og vøkru trøunum, sum eyðkenna miðbýin í Havn.

Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag.

Eg ætlaði at tað skuldi vera eini fýra -fimm metrar høgt.  Men so spurdi onkur meg, er tað veruliga neyðugt at gera træið so høgt? "Eg meini, Andrea var so lítil og nett." - Til tað kundi eg bara svara, at Andrea Árting var og er ein kempa, og tá m.a. Nólsoyar Páll, sjómaðurin uppi í plantasjuni og aðrir garpar, hava fingið stórar og flottar standmyndir, sum eru fleiri metrar høgar,  tá er tað ongin sum viðmerkir tað, ella sigur nakað serligt, - so hví skal ikki eisini Andrea fáa eina høga standmynd?   - bara tí at hon var ein lágvaksin kvinna? -  HEILT ERLIGT ! !

So lidna bronsutræið bleiv, ígjøgnum prosessina, ístaðin næstan seks metrar høgt.

Til ber at lesa meira - eisini um tær sjey greinarnar - á torshavn.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

15 Leygardagur 28. september 2024

Dragin sigldi á Flesjarnar

Eingin vandi var á ferð tá skúlaskipið rak á Flesjarnar við næmingum úr frískúlanum Kelduni umborð

(Mynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skúlaskipið Dragin sigldi seint fyrrapartin mánadagin á Flesjarnar.

Skipið sigldi við lítlari ferð. Eingin vandi er á ferð, og Dragin lekur ikki, segði vakthavandi á MRCC-støðini við Portalin.

Umborð var ein skúlaflokkur og lærari frá frískúlanum Kelduni umframt manningin, sum telur tríggjar mans.

Skúlabørnini vórðu flutt til lands við øðrum báti, og tá skipið varð leyst aftur, varð tað Dragin sleipaður á Toftir.

Eftir at kavari hevði kannað botnin kundi Dragin sigla við egnari hjálp heimaftur til Klaksvíkar, har hann varð tikin upp á sleipistøðina. Tað vísti seg, at talan bert er um smávegis skaðar, sum skipið hevur fingið.

Finnur Justinussen, leit.fo, tók hesar myndirnar, tá Arun kom á Toftir við Draganum

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

16 Leygardagur 28. september 2024

Búskaparráðið: Hallið mett at verða 560 milliónir krónur

Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er eitt framhald av somu óhepnu gongd í almennu fíggjarstýringini verður aftur sligið fast. - Ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum fyri 35 millónum krónum um árið

- Undirskot, ið eru á leið 1 prosent av BTÚ eru stór í ES høpi og fyri 2024 sær undirskotið út til at nærkast 2 prosent av BTÚ, tá flytingarnar til búskapargrunnin verða tiknar við. Landsstýrið hevur eina avbjóðing (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er eitt framhald av somu óhepnu gongd í almennu fíggjarstýringini. Úrslitini á fíggjarlógini eiga ikki at vísa so stór hall, tá hugsað verður um verandi góðu konjunkturstøðu.

Búskaparráðið og Landsbankin leggja ikki fingrarnar millum, tá tað skal gerast upp, hvussu fíggjarstýringin er, og hvussu fíggjarlógin í ár og næsta ár helst fara at síggja út.

Ruth Vang fer í næstu viku at leggja fíggjarlógina fram. Í Degi & Viku fyri stuttum vildi landsstýriskvinnan við fíggjarmálum einki siga um, hvussu stórt hallið verður - og um tað er størri ella minni, enn metingin hjá Bússkaparráðnum er. 

Tað ber sjálvandi ikki til at siga endaliga, men tá ráðið fyrst í septmber legði heystfráfrágreiðingina fram, varð millum annað mett at hallið á fíggjarlógini fer at verða 560 milliónir krónur í 2024 og 480 milliónir krónur í 2025.

Hetta er, tá atlit verður tikið til, at ikki allar inntøkurnar frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum eru tøkar hjá politisku myndugleikunum at ráða yvir í 2024 og 2025 -  tí ein partur skal í Búskapargrunnin. Hetta vísir Landsbanki Føroya á í skrivi á heimasíðu sínari.

Í grafinum niðast verður víst á, hvussu úrslitið sær út árini 2020-2025. Undirskot, ið eru á leið 1 prosent av BTÚ eru stór í ES høpi og fyri 2024 sær undirskotið út til at nærkast 2 prosent av BTÚ, tá flytingarnar til búskapargrunnin verða tiknar við.

- Úrslitið á fíggjarlógini, sum hon er sett upp nú, vísir ikki rætta úrslitið, tí allar tilfeingisinntøkurnar vera inntøkuførdar, soleiðis at tað sær út til, at landsmyndugleikarnir hava meira tiltøkupening enn tey veruliga hava

Nøkur ráð eru eisini givin. Millum annað tað at landsstýrið eigur at gera langtíðarætlanir fyri fíggjarligu gongdina hjá landskassa og kommunum undir einum, tí stórar avbjóðingar eru fyri framman orsakað av demografisku gongdini.

- Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum fyri 35 millónum krónum um árið, sum ætlanin er, sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, fyri at fáa fíggjarpolitikkin aftur á beint.

Úrslitið á fíggjarlógini



(Mynd: landsbankin.fo)

Øll heystfrágreiðingin hjá búskaparáðnum sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

17 Leygardagur 28. september 2024

Politistøðirnar í Runavík og á Sandi lata aftur

1. oktober eru bert fýra virknar politistøðir eftir í Føroyum

Politistøðin í Runavík - opin hesa vikuna afturat (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya politi boðar nú frá, at tvær av teimum seks politistøðunum í Føroyum lata aftur 1. oktober.

Talan er um politistøðirnar í Runavík og heima á Sandi.

Fráboðanin ljóðar, at tey pass, sum eru bíløgd á hesum støðunum, kunnu heintast hesa vikuna afturat. Hareftir kunnu tey heintast á støðini í Tórshavn.

Tær fýra politistøðirnar, sum enn eru opnar eru á flogvøllinum, í Klaksvík, í Havn og á Tvøroyri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

18 Leygardagur 28. september 2024

Nýliga fráfarin sýslumaður talar at

Tað er ikki orsaka av at politistaliðið er vaksið, at løgreglan í Føroyum nú má spara og lata politistøðir aftur

Jens Jensen fremst í ólavsøkuskrúðgonguni í 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jens Jensen, nýliga fráfarin sýslumaður, hartar í lesarabrævi í dag harðliga leiðsluna hjá løgregluni í Føroyum fyri at borgarar í Sandoy og Eysturoy nú skulu bøta fyri at umsitingin av politinum í Føroyum nú eftir øllum at døma er vorðin ov dýr.

- Eg haldi, at tað er sera ósmæðið at krevja, at hesi fólkini nú sjálvi skulu koyra til Havnar at avgreiða síni ørindi. Tænastur, sum politiið hevur skyldu at veita øllum borgarum, skrivar hann í lesarabrævi, sum kann lesast her:

Ein áheitan til Føroya Landsstýri

Jens Jensen vísir á, at tað er ikki orsaka av, at politistaliðið í Føroyum er vaksið, at útreiðslurnar nú hækka – heldur er tað øvugt. Men umsitingin er vaksin, staðfestir hann, og heldur tað eisini vera løgið, at Føroya politi skal leiga dýra húsaleigu til ein danskan myndugleika fyri at húsast í nýggju politistøðini á Trapputrøðni í Havn.

- Eg haldi, at tað er nokk so ósmæðið at senda rokningina til tey áleið 1.200 fólkini, sum búgva á Sandoynni og til tey 12.000 fólkini, sum búgva í Eysturoynni, sigur Jens Jensen, og leggur afturat:

- Nú sær út til at leiðslan hjá Føroya Politi er í ferð við at gera sama mistakið í Føroyum (við at steingja politistøðir kring landið, -red.), tó seinkað við nøkrum árum. Tað hevði tænt leiðsluni betur, um teir høvdu lært eitt sindur frá mistøkunum í Danmark.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

19
Leygardagur 28. september 2024

Hvalspýggjurnar kallast sjókorkasegl

Sjáldsomu hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri herfyri, hava fingið føroyskt navn

(Mynd: tjodsavn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.

Les eisini: Óvanligir gestir skolaðu upp í Koltri

- Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski. Marner á Skúrð hevði verið á útróðri, og tá hann kruvdi fiskin var ein løgin hvalspýggja í maganum.

- Eisini hava vit frætt frá fólki á Oyri, at tey hava sæð hetta slagið av hvalspýggju fyri nøkrum árum síðan.

Soleiðis skrivar Tjóðsavnið á netinum, og heldur fram:

Tað er ikki nakað, sum bendir á at hesar hava verið vanligar í Føroyum. Onki er at finna í gomlum frásøgnum, og nú heimurin er í broyting , er hugsandi at vit oftari fara at síggja hesa løgnu hvalspýggju. Aðrastaðni kunnu hesar hvalspýggjur skola upp á strendurnar í túsundatali og eru tá til stóran ampa hjá fólki.

Nýtt føroyskt navn

Hendan hvalspýggja hevur fleiri nøvn á enskum, m.a. purple sail og by-the-wind sailor. Hetta seinna navnið er í umsettum sniði eisini tað tey brúka í Danmark; har tað eitur bidevindssejler. Navnið sipar til ávísan máta at sigla við seglum í mótvindi (neyvasigling).

Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger, at hon drívur móti vindinum, og er eisini orsøk til at so nógvar kunnu reka upp á land á sama staði.

Í samráð við Málráðið hevur Tjóðsavnið gjørt av at kalla hetta hvalspýggjuslagið (Velella velella) fyri Sjókorkasegl.

Navnið hevur tríggjar liðir, sjó – korka – segl. Sjó sipar til at hetta er eitt sjódýr. Korka sipar til korkalitin (purpur), sum sæst á tí partinum, ið vendir niður. Segl vísir til tann partin av hvalspýggjuni, sum stingur upp úr sjónum og virkar sum segl.

Sjókorkasegl er at finna víða um í øllum heitari høvum. Ongar skrásetingar eru úr føroyskum og íslendskum sjógvi, men av og á eru hesar hvalspýggjur at síggja fram við norsku strondini, heilt norður til Lofoten. Tær eru nógv meiri vanligar vestaru megin bretsku oyggjarnar enn í Norðsjónum.

Føroyar liggja í útjaðarinum av har hon hevur verið at sæð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

20 Leygardagur 28. september 2024

Eftirlønin verður 6.455 krónur um mánaðin í 2025

AMEG hevur hækkað eftirlønina úr grunninum við 130 krónum um mánaðin frá 1. januar

Útgjaldið til eftirløn í 2024 er mett til umleið 714 milliónir - næsta ár verður tað helst beint omanfyri 790 milliónir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum.

Frá 1. januar 2025 verður upphæddin 130 krónur hægri um mánaðin, enn hon er nú. Tað svarar til eina hækking á 2,1 prosent, soleiðis at eftirlønin fer frá 6.325 krónur um mánaðin í 2024 til 6.455 krónur um mánaðin í 2025.

Hetta merkir, at samlaða eftirlønin næsta ár verður tí 77.460 krónur.

- Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2023 vóru 675 millónir krónur í eftirlønum útgoldnar úr AMEG. Útgjaldið til eftirløn í 2024 er mett til umleið 714 milliónir og til 792 milliónir krónur í 2025.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

21 Leygardagur 28. september 2024

Hesi komu inn í umboðsráðið

11 menn og sjey kvinnur komu í umboðsráðið hjá Betri

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu vikurnar hevur borið til hjá tryggingartakarum hjá Betri Trygging, at greiða atkvøðu til Umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

6.479 tryggingartakarar hava greitt atkvøðu.

Hesi fara at umboða Betri næstu fýra árini:

1. Urd Potts
2. Annita á Fríðriksmørk
3. Jóngerð M. Nielsen
4. Pauli Klakkstein
5. Kim Hansen
6. Olaf í Garði Joensen
7. Benjamin Miné Midjord
8. Rógvi Thomsen
9. Cecilia Nolsøe Sørensen
10. Robert Poulsen
11. Andrass Holm Arge
12. Rúna í Skála
13. Rebekka H. Hansen
14. Frankie Jensen
15. Ingun Háberg
16. Arni Teindal
17. Jóhannes Martin Olsen
18. Hanus Jákup E. Heinesen

Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur samtakið Betri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

22 Leygardagur 28. september 2024

Silas Olofson fekk miðlaheiðurslønina 2024

Á fyrimyndarligan hátt lýkur hann krøvini til heiðurslønina, verður sagt

Silas Olofson og Jón Brian Hvidtfeldt
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í gjár varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson.

Dómsnevndin metir, at Silas Olofson á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina, segði Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini.

- Hann dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í náttúruni.

Silas Olofson er útbúgvin gudfrøðingur, og hevur altíð havt serligan áhuga í fuglalívi.

- Hann hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi. Hann brúkar nógva tíð í fjøllum og fjøru at eygleiða og avmynda fugl.

Eisini eru sjónvarpssendingarnar "Sært tú fuglin" og útvarpsinnsløgini "Fuglatátturin" partur av orsøkini.

Hetta er tólvtu ferð, at heiðurslønin varð latin.

Heiðurslønin er áður latin:

2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2024

23 Leygardagur 28. september 2024

Heita á landsstýrið at taka støðu til vitíki

Níggju stovnar hava sent almenna áheitan um at raðfesta vitlíki. Víst verður á týdningin av, at hetta er á politiska breddanum, nú tað fyllur so nógv og gevur ymiskar møguleikar - og vansar

- Vitlíki hevur seinastu árini av álvara tikið dik á seg. Møguleikar fyri nýskapan, vøkstri og menning av vælferðini eru stórir, men tað eru eisini etiskar og trygdarligar avbjóðingar, ið fylgja við tøknini (Mynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Níggju stovnar eru nú komnir við áheitan á landsstýrið um at raðfesta og taka støðu til vitlíki.

Talan er um Almannaverkið, Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Fróðskaparsetur Føroya, Undirvísingarstýrið, Sjúkrahúsverkið, TAKS, Gjaldstovuna og Talgildu Føroyar

Í skrivinum verður millum annað víst á, at menningin av vitlíki gongur skjótari, enn vit hava sæð við nakrari aðrari tøkni í søguni, og at man stendur fyri einari kollvelting. Hetta kann bæði vera gott og ringt

- Vitlíki hevur seinastu árini av álvara tikið dik á seg. Møguleikar fyri nýskapan, vøkstri og menning av vælferðini eru stórir, men tað eru eisini etiskar og trygdarligar avbjóðingar, ið fylgja við tøknini.

Broytingarnar verða so umfatandi, at tað er alneyðugt við miðvísum politiskum visjónum og ætlanum, og tí er neyðugt at man sum land er til reiðar verður víst á.

Tey níggju eru heldur ørkymlað av, at tað ikki er á breddanum politiskt: 

- Okkum kunnugt eru ongar yvirskipaðir politiskar visjónir á økinum. Vitlíki varð ikki nevnt í samgonguskjalinum frá 2022, ongar politiskar ætlanir um vitlíki finnast, og einki landsstýrisfólk hevur vitlíki sum málsøki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

24 Leygardagur 28. september 2024

Vespur gera um seg Úti í Grøv

Tær eru nógvrar í tali, tær eru ágangandi og hava verið til ampa fyri fleiri í seinastuni. Klaksvíkar kommuna staðfestir, at talan er um vespubýlið, sum nú skal týnast

- Hóast heystið er komið, so er vesputíðin ikki av enn. Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at vespur, ið eru Úti í Grøv, eru sera ágangandi hesa tíðina. Vakurt hevur verið á staðnum og skal týna vespubýlið (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tær eru ikki yndisgestirnir hjá fólki flest, men tað er ikki vanligt, at vespur eru so nógvar í tali og so nógv til ampa, sum tær hava verið Úti í Grøv í seinastuni

Á sosialum miðlum og aðrastaðni hava fólk úr serliga Klaksvík sagt søgur um óvanliga ágangandi vespur. Í summum førum hava kyktini meira ella minni lopið á fólk, sum hava verið til gongu og annað í náttúruøkinum millum Klaksvík og Norðoyri.

Klaksvíkar kommuna hevur nú staðfest trupulleikan, og at talan er um eitt vespubýli.

- Hóast heystið er komið, so er vesputíðin ikki av enn. Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at vespur, ið eru Úti í Grøv, eru sera ágangandi hesa tíðina.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni, har tað víðari verður staðfest, at tiltøk nú er eru sett í verk.

Fyritøkan Vakurt hevur verið á staðnum. Eitt býli er funnið, og er arbeiðið at týna vespubýlið sett í gongd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

25
Leygardagur 28. september 2024

Páll Holm Johannesen nýggjur stjóri í Nótaskipum

Hann tekur við eftir Jógvan Jespersen, sum var fyrsti stjórin í felagnum

Páll Holm Johannesen (Mynd: Nótaskip)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevndin í Felagnum Nótaskip hevur sett Páll Holm Johannesen í starv sum stjóra í felagnum. Hann tekur við eftir Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri felagsins, og sum hevur røkt starvið síðan 1. mai í 2008.

Páll Holm Johannesen er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin innan samfelagsfrøði, og tað seinasta árið hevur hann starvast sum ráðgevari og greinari í Vinnuhúsinum. Áðrenn tað starvaðist hann í 10 ár á Løgmansskrivstovuni sum kunningarráðgevi og uttanríkispolitiskur ráðgevi.

26 umsóknir vóru til starvið. Páll Holm Johannesen tekur við starvinum 1. november. Nótaskip hava skrivstovu í Vinnuhúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

26
Leygardagur 28. september 2024

Gamli Teistin tænt fyri seg

Fyrrverandi strandferðsluskipið Teistin, sum varð selt av landinum í 1996, er selt til upphøggingar í Turkalandi

Fyrrverandi Teistin hevur seinastu knapt 30 árini itið Moby Ale, men nú hevur skipið tænt fyri seg og skal høggast upp
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Fyrrverandi strandferðslukipið Teistin er selt til upphøggingar í Turkalandi, eftir at skipið hevur verið í vinnu seinastu 55 árini.

Skipið, sum var í fastari sigling millum Tvøroyri og Tórshavn, varð selt av landinum í 1996 tá ið systurskipið, Smyril, yvirtók hesa rutusiglingina.

Teistin varð seldur til Italia, har skipið fekk navnið Moby Ale, og hevur verið vinnu øll árini síðani tað varð selt, men nú hevur reiðaríið valt at selja av eldra partin av flotanum, og tikið avgerð um at høgga gamla Teistan upp.

Fyrrverandi Teistin er bygdur í Aalborg í 1969, og hevði til 1980 navnið Mikkel Mols tá ið Strandferðslan keypti Teistan og systurskipið Smyril, sum hevði navnið Mortan Mols.

Skipini fingu nøvnini Teistin og Smyril.

Gamli Smyril bleiv upphøgdur fyri nøkrum árum síðani, og hevði navnið Isalita seinastu tíðina.

[object Object]
Soleiðis sá Teistin út tá ið skipið hevði heimstað í Føroyum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

27 Leygardagur 28. september 2024

Valið til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu útsett

Ov fá fólk vilja stilla upp til eldraráðsvalið, sum skuldi vera 11. oktober, so avgjørt er at útseta valið og endurskoða skipanina og viðtøkurnar fyri Eldraráðið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í farnu viku at útseta valið til Eldraráðið.

Arbeitt hevur verið við at fáa skipað val til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum ætlandi skuldi vera tann 11. oktober. Fimm limir skulu veljast í Eldraráðið, og tríggir varalimir.

Tá freistin at stilla upp var farin 12. september, høvdu bert trý fólk boðað frá, at tey ynskja at stilla upp. Til seinasta val í 2020, var eisini trupult at fáa fólk at stilla upp.

Mett verður, at um freistin at stilla upp til Eldraráðið verður longd, kemur eldraráðsvalið at liggja tætt upp at býráðsvalinum í november. Tí er avgjørt at útseta eldraráðsvalið og nýta høvi at endurskoða skipanina og viðtøkurnar fyri Eldraráðið, sum møguliga ikki eru nóg greiðar.

Eldraráðið varð sett á stovn í 2006. Endamálið hjá Eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum við eldrapolitikki.

Valskeiðið hjá Eldraráðnum endar 31.desember í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

28 Leygardagur 28. september 2024

Serstakur minnisbonkur komin uppá Eiði

Alzheimerfelagið og Eiðis kommunu hava samstarvað um hann

21. september var altjóða alzheimersdagur og í tí sambandi hevur Eiðis kommuna, í samstarvið við Alzheimerfelagið, sett ein sokallaðan minnisbonk við Gamla Kirkjugarð (Mynd: eidi.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

21. september var altjóða alzheimersdagur og í tí sambandi hevur Eiðis kommuna, í samstarvið við Alzheimerfelagið, sett ein sokallaðan minnisbonk við Gamla Kirkjugarð.

Talan er um ein træbonk, sum hevur violett "hjól". Ein líknandi er settur upp í Grasagarði í høvuðsstaðnum.

Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk.

Eiðis kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at bonkurin stendur sjónliga fyri almenningin, og skal bjóða fólki at seta seg niður og taka eitt prát og minnast løturnar.

- Við hesum vil Eiðis kommuna seta sjóneykuna á avbjóðingarnar ið standast av demenssjúku, og takka Alzheimerfelagnum fyri sítt avbera góða arbeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

29 Leygardagur 28. september 2024

Kirkjuhúsið, Arnes Minde, verður vígt í morgin

Henda dagin verður eisini løgd fram ein bók um húsið. Lív Arge Simonsen hevur skrivað

Arnes Minde áðrenn umbyggingina (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kirkjuhúsið hjá Havnar kirkju, bygningurin í Bringsnagøtu, kallaður Arnes Minde, og eitt nú hevur verið brúktur sum politistøð, ráðhús og ungdómshús umframt mangt annað, verður tikið í brúk sunnudagin eftir umfatandi umvæling og umbygging.

Kirkjustova, Arnes Minde, verður vígt í sambandi við hátíðargudstænastu í kirkjuni sunnudagin, á mikkjalsmessu, kl. 11.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, vígir Kirkjustovu, boðar kirkjuráðið frá.

Eftir vígsluna eru øll boðin til spritubitar og ein drekkamunn í Kirkjustovu, Arnes Minde.

Henda sama dag verður eisini løgd fram ein bók um Kirkjustovu: “Kirkjustova, Arnes Minde – søgan um húsini”. Tað er Lív Arge Simonsen, ið hevur skrivað.

Vígsludagin verður Kirkjustova, Arnes Minde, opin frá klokkan 12 til 15, har høvið verður at síggja húsini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

30 Leygardagur 28. september 2024

Prát um eina landsdekkandi matarskipan

Eitt samtak undir stovnan arbeiðir við at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan fyri føroysk børn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin 2. oktober verður eitt serligt tiltak í Norðurlandahúsinum, har prátað verður um eina landsdekkandi matarskipan í Føroyum.

Joan Sørensen skipar fyri tiltakinum saman við samtakinum GAIA FO (sum í løtuni er undir stovnan), ið arbeiðir við at menna eina sjálvbjargna, burðardygga og føðslurætta matarskipan, sum stuðlar undir trivnaði, menning og sosialari javnvág hjá øllum børnum í øllum almennum dagstovnum og skúlum í Føroyum.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa, hvussu ein slík matarskipan kann ávirka føroyska samfelagið – bæði í mun til heilsu, trivnað, landbúnað og staðbundna matframleiðslu.

Í kjakinum verður eisini tikið fram, hvussu matarskipanin kann stuðla føroyskum framleiðarum og menna eina føroyska matarmentan.

Vit fara at tosa um, hvussu ein fastur eftirspurningur frá umleið 11.000 børnum dagliga kann stimbra framleiðsluna av føroyskum rávørum, og hvussu vit kunnu tryggja, at børnini fáa javna atgongd til sunnan, burðardyggan og vælsmakkandi mat.

Skráin verður skipað í fýra høvuðsspurningar:

  • Frá sjógvi, mold og haga til borðið: Landbúnaðarvørur, fiskivørur og matframleiðsla
  • Til hvønn barna maga: Hvussu skal okkara matarskipan smakka?
  • Matgleði og læring: Námsfrøðiliga arbeiðið í matarskipanini
  • Fleiri hendur í køkinum: Tørvurin á yrkisfólki í føðsluvinnuni

Tiltakið bjóðar nøkur av fremstu fakfólkum innan økini at luttaka, og gestir kunnu síggja fram til eitt livandi prát um, hvussu vit í Føroyum kunnu menna eina matarskipan, sum stuðlar undir burðardygd, føroyskan landbúnað og betri heilsu fyri komandi ættarlið.

Tiltakið er alment ogókeypis og verður hildið í Norðurlandahúsinum mikudagin 2. oktober frá kl. 13 til 15. Vit bjóða søtt og sunt frá Kafé Systrar omaná.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

31 Leygardagur 28. september 2024

Pallborðsfundur um grønmetisvelting

Kjakast verður um kostráð og innlendis grønmetisframleiðslu á Eplafestivalinum heima á Sandi í dag

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Klokkan 10 fyrrapartin í dag verður almennur pallborðsfundur um grønmetisvelting í samband við Eplafestivalin heima á Sandi.

Búnaðarstovan, Veltan og Grøni Háskúlin arbeiða saman um eina verkætlan viðvíkjandi menning av grønmetisvelting.

Í hesum sambandi  er stig tikið til at skipa fyri pallborðsfundi við heitinum “Skulu vit hava vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum?”

Fundurin er almennur og verður á fjósloftinum í Miðstovuni í Trøðum á Sandi.

Framløgur vera um evnið og pallborðsluttakarar seta skjøtul á kjakið. Orðstýrari verður fjølmiðlakvinnan Óluva Zachariassen, ið eisini er bóndi.

Í sambandi við pallborðsfundin fer kokkurin Gutti Winther at bjóða brellbitar av ymsum grillaðum grønmeti.

Nýggju norðurlendsku kosthaldsráðini mæla til at eta lutfalsliga meira av grønmeti, enn gjørt verður nú, og Heilsustýrið í Føroyum arbeiðir somuleiðis við átøkum á sama bógvi.

Landsstýrismaðurin við landbúnaðarmálum hevur boðað frá nýggjum landbúnaðarpolitikki, har økt sjálvsveitingarstig av føroyskt framleiddum matvørum, eins og økt innlendis grønmetisframleiðsla, eru nevnd og raðfest frammarlaga.

Skal tað eydnast at náa hesum yvirskipaðu málum, eru mangir tættir, ið skulu fáast at samvirka, soleiðis at vit sum samfelag draga eina línu í hesum føri.

Talan er um spurningar viðvíkjandi m.a. vakstrarlíkindum og lendismøguleikum, vitan og førleikum, marknaðarmøguleikum, príslegu og fíggjarligum kørmum, hugburði og brúkaraáhuga, heilsupolitikki og landbúnaðarpolitikki, fyri bert at tríva í nøkur dømi úr rúgvuni.

At matvøruveitingartrygd nú verður tikin í størsta álvara sæst m.a. í tí, at Norrøna ráðharraráðið skipar fyri eini stórari, altjóða ráðstevnu um “krise-simulation” um matvøruveiting í Stokkhólmi 8. - 9. oktober.

Fyriskipararnir av pallborðsfundinum á Eplafestivalinum vóna, at borgarar og tey sum taka avgerðir í samfelagnum taka væl ímóti hesum høvi at hittast á fjósloftinum í Miðstovuni at umrøða dagsaktuella evnið eina løtu og somuleiðis at smakka onkrar av brellbitunum frá kokkinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

32 Leygardagur 28. september 2024

Grindadráp forðar Føroyum at veruliga koma í sjóneykuna

Trýst frá djóraverndarfelagsskapum í Onglandi hava fingið festivalin The Great Escape at strika Føroyar sum sjóneykuland næsta ár. Stóri festivalurin fer tó framhaldandi at samstarva við føroysk tónlistafólk

Tey vilja framvegis hava føroyingar at framføra, men neyðugt er taka so mikið av frástøðu, at Føroyar ikki "verða høvuðsnavnið" í 2025
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta eru einki minni enn stórtíðindi, sum uttan iva fara at lata nógvar hurðar upp fyri føroyskan tónleik í altjóða tónleika- og mentanarheiminum.

Soleiðis segði Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export, tá tað í síðstu viku gjørdist alment, at Føroyar fóru at vera í sjóneykuni (fokusland) til The Great Escape í Brighton næsta ár.

Les eisini: Sjóneykan á Føroyar á the Great Escape 2025

Stóri tónleikafestivalurin í Suðuronglandi savnar ofta ung og spennandi nøvn. Millum annað hava Adele, Ed Sheeran, Bastille, MØ og Mumford & Sons spælt har tíðliga á sínari yrkisleið.

Festivalurin hevur havt føroysk nøvn sum Joe & The Shitboys, Aggrasoppar, Elinborg og Brimheim á vitjan seinnu árini, og Føroyar vórðu valdar til "Lead Country Partner fyri 2025". Hetta kundi ger heilt nógv fyri føroyskan tónleik og føroysk tónlistafólk - men hetta er nú broytt.

Trýst frá felagskapum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at júst føroyska tónleikavinnan hevur upplivað tað: At grindadráp er ein forðing.

Týskvøldið boðaði "The Great Escape" frá, at Føroyar er tikið burtur sum sjóneykuland (Lead Country Partner) fyri 2025. 

Orsøkin er at felagskapir í økinum - millum annað "Sussex Dolphin Project" hevur gjørt vart við sína ónøgd. Tað hevur elvt til stúran yvir siðin við grindadrápi í Føryum - nakað sum The Great Escape helst als ikki hevur veitt einum tanka áðrenn. Men nú er festivalurin - ella móðurfelagið omanfyri - hoknaður undir trýstinum og vil ikki hava ringa umrøðu og møguliga mótmæli. 

Hesin seinasti setningurin stendur ikki í ógvuliga yvirskipaða og varliga skrivinum frá festivalinum, men kann rímiliga týðiliga lesast millum linjurnar.

Vilja framvegis samstarva við føroyskar tónleikarar

The Great Escape tekur sína frástøðu frá grindadrápi - men ikki frá føroyskum tónlistafólki:

- Vit eru errin av at hava arbeitt tætt við føroyskum tónlistafólki seinastu árini, har man hevur sæð tey mongu flottu evni, sum Føroyar hava sett á okkara pallar. Føroyskir tónleikarar hava verið ein íblástur til og umráðandi partur av okkara festivali, og vit vilja framhaldandi stuðla hesum ótrúligu tónlistafólki, meðan tey halda á við at bergtaka áhoyrarafjøldir.

Hesum byrjar skrivið við, og The Great Escape endar við - eftir at hava skrivað um avgerðina at taka Føroyar burtur sum sjóneykuland - at tey framvegis fara at samstarva við føroysk tónlistafólk og tryggja, at fleiri úr Føroyum kunnu traðka á pallin á The Great Escape.

Harvið setur festivalurin seg onkursvegna millum tveir stólar. Tað er eyðsæð, at tey halda av føroyskum tónleiki og føroyskum tónlistafólkum, men tora ikki at Føroyar skulu koma ov nógv í fokus hjá sær í Brighton í mai næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

33 Leygardagur 28. september 2024

Rockkonsert í Varpinum við ungum úrmælingum

Tvey næmingaorkestur frá Tónlistaskúlanum í Klaksvík og eitt læraraorkestur spæla

Nóa McLeod (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 3. oktober verður ein rimmar rock-konsert í Varpinum, við luttøku frá tveimum næmingaorkestrum frá Tónlistaskúlanum í Klaksvík og einum læraraorkestri.

Við í læraraorkestrinum spælir ungi bass-úrmælingurin Omi Joensen, og gestasangari er Jónas Kallsberg Jacobsen frá Adrenaline.

Konsertin byrjar kl 19, og skráin varir ein tíma. Kostnaður fyri vaksin er 100 krónur, og børn undir 18 sleppa inn fyri hálvan prís. Peningurin stuðlar virkseminum hjá næmingaorkestrunum.

Abbigult spæla sangir hjá m.a. Guns N Roses og Green Day. Teir eru Áron Sigurðson, gittar og sang, Nóa Mcleod, gittar og sang, Rókur Fonn, bass og Uni Sørensen, trummur

Blue North spæla sangir hjá m.a. Pink og ZZ Top. Tey eru Bjarta, bass og sang, David Glerfoss, gittar, Jógvan Lützen, gittar og Maja Lamhauge, trummur

Lærabólkurin spælir tónleik hjá m.a. Foo Fighters og Arctic Monkeys: Omi Joensen, bass, Jónas Kallsberg Jacobsen, sang , Hjalti Støyle, gittar, Jan Rúni Poulsen, trummur, Magni Husgaard, keyboard og Pauli Poulsen, gittar 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

34 Leygardagur 28. september 2024

Granskarar funnið besta evnið móti migrenu

Nýggj gransking vísir, at besti heilivágurin móti eru sokallaðar triptanir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heilivágur av slagnum triptanir er tann besti ímóti migrenu. Tað staðfestir nýggj gransking, har altjóða og danskir granskarar hava kannað virknaðin av ymsum sløgum av heilivági móti migrenu, skrivar Ritzau.

Kanningin vísir, at hetta slagið gevur besta linna móti migrenupínum, vísa úrslitini.

- Vit hava sammett fleiri sløg av heilivági. Nú vita vit, at triptanir virka best, sigur Messoud Ashina, professari á nevrologiskari deild á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sambært Ritzau.

Hesin heilivágurin hevur verið á marknaðinum síðani nítiárini, men óvæntað fáir migrenusjúklingar, fáa henda heilivág útskrivaðan, sigur professarin.

- Umleið 15 til 20 prosent av øllum við migrenu fáa hetta slagið. Tað er alt ov fá, tá vit nú vita hvussu væl tað riggar, sigur Ashina.

Orsøkin til at heilivágurin ikki er so útbreiddur er, sambært Messoud Ashina, at læknar og sjúklingar um okkara leiðir hava eina skeiva uppfatan av evninum.

- Í Danmark hava vit lyndi til at undirviðgera migrenu. Summi halda, at tað er ógvusligt at brúka ávísingarheilivág móti migrenu, sigur hann.

Í dag verða flestu migrenusjúklingar tí viðgjørdir við vanligum pínustillarum. Summi brúka nýggjari og dýrari migrenuheilivág, sum kanningin vísir, virkar verri enn triptanir.

Granskararnir, sum hava gjørt kanningina vóna, at nýggja vitanin fer at geva fleiri migrenusjúklingum eina betri viðgerð.

- Vit mæla til at skapa størri tilvitan um migrenu sum sjúku. Nógv eru undirviðgjørd og høvdu havt gagn av at skift viðgerð, sigur Ashina.

Triptanir virka við at tálma signalevnum, sum skapa pínurnar og óbehag hjá migrenusjúklingum. Evnið stabiliserar nervakyknurnar og æðrarnar, sum eru ovurávirkaðar undir migrenuherðindunum.

Eins og við øðrum heilivági móti migrenu, kunnu triptanir hava hjáárin so sum møði og vaml. Men tað eru tey fægstu, sum vilja uppliva hetta, sigur Messoud Ashina.

Tað hevur tikið granskarunum trý ár at finna fram til, hvat evni er best móti migrenu, skrivar Ritzau.

Granskingin er gjørd av Dansk Hovedpinecenter á Ríkissjúkrahúsinum saman við Oxford University. Talan er um størstu kanning av sínum slag við umleið 90.000 luttakarum.

Granskingin hevur raðfest 17 ymiskar heilivágir móti migrenu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

35 Leygardagur 28. september 2024

Heitasta summarið nakrantíð í Poenix

Hitin lá oman fyri 100 stig farhrenheit – 38 stig celsius – í 113 dagar á rað

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í amerikanska oyðimarkarbýnum, Phoenix í statinum Arizona, hava tey í ár havt tað heitasta summarið nakrantíð, skrivar Reuters.

Í 113 dagar á rað hevur hitin ligið oman fyri 38 stig celsius. Harvið varð gamla metið frá 1993 sett, tá tey høvdu 76b dagar við hita oman fyri 38 stig,svarandi til 100 stig fahrenheit, ið er hitaskalin, tey brúka har yviri.

Í Maricopa county, har Phoenix liggur, hevur hitin verið orsøk til at 256 fólk hava latið lív. Harumframt er høgi hitin undir illgruna til eisini at hava verið orsøk til 393 andlát afturat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

36 Leygardagur 28. september 2024

Maggie Smith deyð 89 ára gomul

Seinastu árini er hon blivin kend fyri sínar leiklutir í Downton Abbey og Harry Potter

Maggie Smith (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bretska sjónleikarinnan Maggie Smith er deyð, 89 ár.

Tað upplýsir familja hennara sambært BBC.

- Tað er við stórari sorg, at vit boða frá, at Maggie Smith er deyð. Hon andaðist friðarliga á sjúkrahúsinum í morgun, ljóðar í boðunum til BBC.

Upplýst verður ikki, hví Maggie Smith var innløgd. Tó stendur, at hon til tað síðsta var umgird av familju og vinum, og at hon hevði verið innløgd nakrar dagar áðrenn hon andaðist.

Maggie Smith hevur havt eina rúgvu av leiklutin, men seinastu árini er hon serliga kend fyri leiklutin í Downton Abbey sum Violet Crawley, og í væl umtóktu filmunum um Harry Potter, har hon spældi Minerva McGonagall.

[object Object](Mynd: Warner Brothers)

Hon fekk sín fyrsta leiklut sum bara 17 ára gomul, og hevur tvær ferðir vunnið Oscar virðisløn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2024

37 Leygardagur 28. september 2024

Føroyar og ellastbilar: -Her má vend koma í

- Føroyar mugu til at umhugsa at skifta til elriknar lastbilar, nú allur flutningur á landi fer fram við lastbilum. Okkum tørvar eina hugburðsbroyting á økinum heldur blastbilastjóri 

Páll Rói Poulsen, stjóri í lastbilafelagnum Stórbilar, sum saman við øðrum tók stig til kunningartúr í Svøríki (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er stjórin í felagnum Stórbilar enn meira sannførdur um heimafturkomin av kanningarferð í Svøríki, har hann og 16 onnur hava havt møguleikan at royna elriknar lastbilar eins og síggja framleiðsluna av m.a. ellastbilum á eini av teimum stóru og mest nútímans lastbilaverksmiðjunum í heiminum.

Páll Rói Poulsen, sum saman við nevndini í Stórbilum tók stig til at fara til bilanna bý, Gøteborg at fáa innlit í tað nýggjasta í ellastbilaverðini, er enn meira sannførdur um eftir kanningartúrin, at bæði vinna og myndugleikar í Føroyum eiga ítøkiliga at taka stóra flutningin á landi við í orðaskiftið um grøna orkuskiftið. 

Hann vísir á, at Føroyar eru kanska tað einasta landið í heiminum, har so gott sum allur flutningur á landi, fer fram við lastbilum. Av nærum 800 lastbilum koyrir  ikki ein tann einasti  við elorku.  Hetta hendir um somu tíð sum politikarar og samfelagið annars ynskir at gera Føroyar meira grønt.

Her má vend koma í heldur stjórin í Stórbilum. Men fyri at venda eini gongd er rætt og náttúrligt at útvega sær vitan og royndir, og tí settu tey á Stórbilum sær sum mál at taka stig til eina kanningarferð til eitt av teimum fremstu feløgunum í heiminum innan elframleiddar lastbilar, Volvo, sum hevur heimstað í Gøteborg í Svøríki. 

Ætlanin var at hava umboð fyri stóran part av flutningsvinnuni og umboð fyri almennar stovnar, sum hava tilknýti til flutninsvinnuna, við á túrinum. Hóast fleiri avboð, so umboðaði ferðalagið kortini eina fjølbroytta breidd innan flutning. Og hetta fegnast Páll Rói um. Her vóru umboð fyri Faroe Ship, Borg, Løvubetong, KJ, Hans Egil & Synir, Førka, Stórbilar, Gjaldstovuna, Akstovuna og Landsverk. 

[object Object]

Rúgvu av vitan og royndum við heim

- Tá vit fóru úr Føroyum var tað í veruleikanum nærum eingin, sum visti nakað serligt um hetta við elriknum lastbilum. Nú koma vit aftur við 17 teimum kanska klókastu innan ellastbilar. Vit hava fingið eina rúgvu av vitan og brotið nakrar fordómar niður hjá nokk so nógvum. Og nú byrjar tað at gerast nakað, sum fólk spyrja inn til og ynskja at kanna nærri. Áðrenn hevur tað bara verið tos, nú fáa vit ítøkiligar “cases” at arbeiða við og kanna. Hvat ber til og til hvønn kostnað. 

[object Object]

Tað skal eitt stórt stig til at flyta fleiri fólk innan vinnuna. Sjálvur haldi eg, at tað er løgið, at tað hevur verið varpað so lítið ljós á stórbilarnar, her bæði lastbilar og bussar í føroyska samfelagnum, nú so nógv verður tosað um at minka um útlátið. Eingin sigur nakað um, at vit hava lastbilar, sum brúka líka nógva olju sum kanska stórt tal av húsum um árið. Við elmotori kunnu vit koyra nógv longri uppá áfyllingina og til ein nógv minni prís. Sparinger, sum  kanska eru  uppi á 60%, sigur Páll Rói og heldur fram:

- Tað verður tann mest týdningarmesti paturin í okkara útrokning í framtíðini. Spennandi verður at vita, hvat hendir, tá elveitingarlógin verður liberaliserað. 

Fáa vit náttarløðing í Føroyum fyri lægri takst, so fer tað at lækka kostnaðin á kwt nógv. Tá fara vit ikki at tosa um, at ein ellastbilur kostar ov nógv, tí hann verður nógv bíligari í rakstri. Tá er so bara íløgan, sum kostar meira. Og tað er nakað, sum fokus má verða sett á. 

Koyrilongd størri við betri tøkni

Eitt evni, sum altíð er viðkomandi, tá tosað verður um el-lastbilar er koyrilongd, og tað var sjálvandi eisini uppi at venda fleiri ferðir á túrinum. 

Undir vitjanini í Gøteborg varð kunnað um, at tað hevur eydnast Volvo við tí nýggjastu battarítøknini at gera tað gjørligt hjá nýggjasta ættarliðnum av tungum ellastbilum  at kunna koyra 600 kilometrar uppá eina løðing. Fyrstu bilarnir av hesum slag koma á marknaðin um eitt ár. Hetta er eitt stórt framstig í royndunum at kunna gera langtkoyrandi lastbilar útlátsfríar. Alla staðni har ellastbilar verða framleiddir verður roynt at menna battaríini saman við grøna orkuni, soleiðis at bilarnir kunnu koyra longri og longri teinar uttan løðing. 

[object Object]

Hetta kann eisini fáa stóran týdning fyri framtíðar tilrættaleggingina av lastbilaparkini í Føroyum um nøkur ár heldur Stórbila-stjórin. Hann vónar, at henda kanningarferðin kann verða byrjanin til, at fleiri fara at varpa ljós á týdningin  elektrifisering av stórbilum kann fáa fyri einar framtíðar grønari Føroyar.  

Endamálið við túrinum var tí eisini at breiða út kunning um grøna orkuskiftið,  serliga innan el-lastbilar.

[object Object]Jóhan Joensen frá Hans Egil & Synir og Viggo Johannesen frá KJ her saman við Rauno Frederiksen frá Volvo Danmark 

Størri partur av grøna orðaskiftinum

- Vónandi fer hetta nú at vera størri partur av almenna orðaskiftinum rundan um grøna orkuskiftið og síggi eg fram til, at vit fara at síggja bæði politikarar, fakfólk á økinum og almenningin raðfesta júst henda so týdningarmikla partin av framtíðar flutninginum í Føroyum í samfelagsorðaskiftinum.  

Umframt Volvo royna eisini aðrir lastbilaframleiðarar so sum Scania, Renault og Mercedes at skunda undir grøna orkuskiftið innan lastbilabransjuna eins og bussarnar. Tað var tann tíð, tá Volvo samtakið var eitt og fevndi um øll bilasløg. So hendi tað, at kinverskt felag keypti upp tann partin av Volvo, sum framleiðir persónbilar. Tá var ótti fyri, at bilafyritøkan fór at verða flutt til Kina, men tvørturímóti hava nýggju eigararnir heldur valt at menna Volvo Cars fyritøkuna í Svøríki. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]Gamlir lastbilar eins og ein av hvítu bussunum, sum flutti túsundtals jødar, ið vóru í fangalegu í Týsklandi, til Svøríki 

Hin parturin, sum í dag er kendur undir navninum “Volvo Group” og sum fevnir um framleiðslu av bæði lastbilum, bussum, gravimaskinum, bátamotorum ol. heldur til í gamla Volvohøvuðsstaðnum Gøteborg, har føroyska ferðalagið vitjaði, og har høvi var bæði at royndarkoyra ellastbilar eins og at síggja risastóru fabrikkina, sum framleiðir ikki færri enn 92 lastbilar um dagin, harav støðugt fleiri elriknar. Har arbeiða ikki færri enn 2500 fólk.

Flutningsvinnan stendur í dag fyri 7 prosentum av samlaða CO2 útlátinum í heiminum, og her er tað, at elriknir lastbilar skulu og kunnu vera við til at minka um og til endans gera flutningsvinnuna heilt útlátsfría. 

Svøríki er í dag eitt av undangongulondunum í heiminum, tá talan er um at framleiða lastbilar og nú eisini elriknar lastbilar við ikki færri enn tveimum av heimsins leiðandi framleiðandi fyritøkunum, Volvo og Scania. Hesar standa fyri einum stórum parti av framleiðsluni av lastbilum. 

Volvo, sum hevur røtur aftur til 1929, er í dag tann størsta ídnaðarfyritøkan í Svøríki, og hevur sæti í 130 londum, harav hon framleiðir lastbilar í 12 londum. Í 2023 framleiddi Volvo 145.000 lastbilar harav ein minni partur var elriknir lastbilar. Eltøknin er framvegis lutvíst  nýggj og fer tað at ganga ein tíð, til hon av álvara tekur dik á seg. Higartil hevur Volvo framleitt 3800 ellastbilar til kundar í 46 londum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

38 Leygardagur 28. september 2024

Lastbilamekanikari: - Vilja vera partur av grøna orkuskiftinum

- Skulu vit fáa gongd á grøna orkuskiftið innan tungu ferðsluna í Føroyum, so má tað almenna eisini vera partur av hesum eitt nú við keyp av ellastbilum. Tað heldur Karstin Høghamar, bilmekanikari hjá felagnum Stórbilar

Karstin Høghamar, bilmekanikari hjá Stórbilum vónar, at grønaorkuskiftið eisini fer at fevna um lastbilar og bussar í Føroyum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Karstin Høghamar var partur av ferðalagnum, sum herfyri vitjaði bilanna bý, Gøteborg, har størsta ídnaðarfyritøkan í Svøríki av álvara er farin undir at framleiða elriknar lastbilar. Hann hevur arbeitt á verkstaðnum hjá smápartafelagnum Stórbilar fyrst í Hvalvík frá 2017 og síðani í Eysturoynni frá 2021 og er hann í dag eisini partur av nevndini í felagnum. 

Endamálið hjá felagnum er at reka verkstað og skrúva uppá stórar lastbilar og bussar og so eisini søla. Felagið umboðar ma. bilamerkini Volvo og Renault.  

Karstin er útbúgvin lastbilamekanikari hjá Volvo Trucksenter í Danmark í 2011 og flutti til Føroya í 2017. Hann heldur tað er rætt, at eisini tey, sum onkursvegna arbeiða við lastbilum og bussum, royna at varpa ljós á grøna orkuskiftið í hesum partinum av flutningsvinnuni í Føroyum. Tað kennir hann sum eina samfelagsábyrgd.

[object Object]

Sum partur av føroyska ferðalagnum, ið vitjaði í Gøteborg herfyri, vísir Karstin á, at drívmegin við túrinum var at fáa nýggja vitan og vísa, at vit vilja gjarna vera við í tí grøna orkuskiftinum, sum er í dag.

- Tað er eingin loyna, at tað grøna orkuskiftið er komið fyri at verða. Eg sigi ikki, at battarí og el fer at vera tað endaliga í framtíðini. Men tað er tað í løtuni.  Og vit vilja vísa, at vit vilja vera partur av hesi gongdini. Heldur vera frammi í skónum og vísa, hvat man kann og fáa útbúgving innan tað økið heldur enn at verða afturútsigldur. Og hann heldur fram:

- Vit vilja geva okkara náttúrliga íkast til ta gongdina, sum politikararnir siga seg vilja á grøna økinum. Hetta er vegurin man ynskir, og hjá t.d. SEV vilja tey vera 100% grøn í 2030. Klárar SEV tað, so skulu vit eisini royna at klára tað vit arbeiða við innan flutning.

Karstin heldur annars, at vit áttu at verið komin nógv longri og torað nógv meira. Man er ógvuliga afturhaldin, men nógv vilja tað, og fólk hava stóran áhuga fyri tí grøna orkuskiftinum. Men kanska fleiri siga og halda, at onkur av teimum stóru flutningsfyritøkunum í Føroyum áttu at gingið undan og vitað, um tað riggar við elriknum lastbilum í Føroyum.

[object Object]Føroyska ferðalagið vitjar testbanan Volvo í Gøteborg og roynir eitt nú teir nýggjastu ellastbilarnar. 

Tøknin er klár

Bilmekanikarin sigur víðari, at tøknin er komin forbí tað at skula royna tað í Føroyum. Tí tað riggar í Føroyum. Føroyar eru so mikið smáar, og tað riggar í nógv størri londum, har teinurin er nógv størri millum byrjan og enda á eini rutu.

- Um man kann koma heim hvørt kvøld og løða bilin heima til fult battarí til dagin eftir, so burdi tað borið til hjá teimum flestu, sum hava lastbilar.

Hjá persónbilunum gekk tað seint at fara yvir til grønt, men tá man fekk stuðul frá landinum gjøgnum MVG  frítøku av bilum setti tað gongd á.  Tey, sum eg havi tosað við, og sum hava fingið sær elbil, siga, at tey ætla ikki at fara aftur til svart.

Til tess at fáa gongd á og broyting i, so má tað almenna onkursvegna vera partur av hesum við hjálp við keyp, tí talan er um eina sera stóra íløgu, ella við at seta upp løðistøðir, sum eisini er sera kostnaðarmikil íløga.

Karstin Høghamar heldur tað mest týdningarmikla hann fekk burtur úr vitjanini í Svøríki var, at tað ber til at keypa sær ein elbil og hava og brúka hann í Føroyum. Sjálvur  vildi hann sagt, at hetta ber til hjá meira enn 70 prosent av teimum, sum hava lastbilar í dag, men hann væntar tó ikki, at verandi lastbilaeigarar fara at leggja um í núverandi líki. Íløgan er ov stór júst nú.

[object Object]Nevndin í felagnum Stórbilum, sum tók stig til kanningarferðina til Svøríki, her á testbananum hjá Volvo (Mynd: Jan Müller)

Íløgan nógv størri í el

- Hví ikki her tá hetta riggar aðrastaðni?

- Kanska tí man ikki vil gera so stóra íløgu og samstundis ikki vil taka meira fyri kostnaðin av flutninginum, sum hann er nú. Tí tá fara hinir, sum ikki hava ein so dýran flutning, avstað við kundanum. Tað hevði kunnað gingið út yvir kappingrførið hjá viðkomandi, sum keypir ein slíkan bil. Tað rokni eg við er bremsan júst nú.  Men tøknin er klár, og kanska tað manglar trýst frá kundanum sjálvum um, at hann vil hava bilar, sum brúka okkum at koyra við el. Men tað verður kanska torført.

Karstin heldur vit skulu fyrireika okkum til tann fyrsta ellastbilin. Hann kemur, spurningurin er bara nær. Tað setir so eisini krøv til tey, sum umvæla elbilar. -Vit hava eina avtalu við Volvo í Danmark, at tá tann fyrsti elbilurin verður bílagdur, tá fáa vit pláss til skeið hjá teimum til tess at vera klárir at arbeiða við el.

IRF gott boð uppá fyrsta ellastbilin

Á kunningarferðini í Svøríki vóru umboð fyri vinnuna og almennar stovnar. Ætlanin var, at uppaftur fleiri skuldi vera partur av ferðalagnum, nú høvi varð at kunna seg um grøna orkuskiftið innan tungu ferðsluna. Men fleiri góvu avboð vegna aðrar uppgávur. Karstin heldur hetta var spell og sigur, at hevði ein fyritøka sum IRF verið við á túrinum, so hevði hann næstan væntað, at tey vóru tey fyrstu til at fáa ellastbilar til landið. Tí IRF er ein stórur felagsskapur, sum vit øll eiga, og sum burdi gingið á odda. Spell at tey máttu geva avboð til túrin.

- Tað var tó gott, at Landsverk var við og fekk innlit í nýggjastu eltøknina. Men teir bilar stovnurin hevur  brúk fyri og sum vit kunnu bjóða teimum vera nokk ikki tøkir á marknaðinum sum elbilar tey fyrstu árini.

[object Object]Stjórin á Førka, Fróði Mortensen, var millum luttakararnar á kanningartúrinum. Her royndarkoyrir hann ein av teimum nýggjastu ellastbilunum (Mynd: Jan Müller)

Støðan í dag er tann, at tað mest er standard lastbilar, sum verða framleiddir sum elbilar. Nógvir av bilunum hjá Landsverk, serliga teir, sum grava kava, eru ikki standard lastbilar. Teir eru allir sergjørdir til teirra brúk.

Karstin, sum eisini royndi nýggju ellastbilarnar hjá Volvo, var ovfarin av, hvussu ljóðleysir og reinir teir eru undir koyring. Hann legði eisini til merkis, at nærum øll busskoyringin í Gøteborg longu er við elriknum bussum. So eisini her er nógv at læra. 

- Mín boðskapur frá hesum túrinum er tann, at tørvur er á eini hugburðsbroyting til tungu ferðsluna og vóni eg, at onkur tekur fyrsta stigið, og at tað almenna eisini gevur eina hond í.

[object Object]Flestu av býbussunum í Gøteborg eru elriknir (Mynd: Jan Müller) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

39 Leygardagur 28. september 2024

Heimsins fyrsta CO2 støð veruleiki í Noregi

Olju- og gassfeløg leggja lunnar undir heimsins fyrstu verkætlan fyri fangan, flutning og goymslu av CO2

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Heimsins fyrsta støð fyri flutning og goymslu av CO2 uttan landamørk er nú liðug bygd og klár til at taka ímóti og goyma CO2. Hetta hendi hósdagin, tá orkuráðharrin í Noregi, Terje Aasland, alment lat nýggju støðina, “Northern Lights”  upp. Hon er í Øygarden nærhendis Bergen og er eitt úrslit av samstarvi millum orkufeløgini Equinor, Shell og Total/Energies.

Liðuggerðin av hesi CO2 støðini er ein týðandi varði í altjóða menningini av einum forrætningsmodelli fyri CO2 fangan, flutning og goymslu sigur stjórin í Equinor, Anders Opedal.  Hon fer eitt nú at skapa møguleikar fyri at minka um útlátið í evropeiskum ídnaði. Hon er so eitt dømi um, at verandi orkufeløg, sum dagliga eisini framleiða olju og gass,  kunnu og vilja hava ein týðandi leiklut í royndunum at minka um CO2 útlátið.

[object Object]Norski orkuráðharrin og stjórin í Equinor vóru til staðar, tá risastóra grøna verkætlanin varð avdúkað

Fangan av kolevnum, flutning og goymsla, eisini kent undir heitinum CCS kann í stórum nøgdum fáa alstjóran týdning  í orkuskiftinum sum ein av loysnunum til serstakliga stórar avbjóðingar, sum kolevnisútlát kunnu hava við sær.

Northern Lights verkætlanin er ein partur av risastóru norsku CCS verkætlanini nevnd Langskip. Tað skal taka ímóti CO2 frá ídnaðinum og standa fyri flutninginum av  CO2 til móttøkuterminalin í Øygarden. Haðni verður flótandi CO2 síðani  flutt víðari umvegis rørleiðing til goymslur undir havbotninum í Norðsjónum og verður trygt og endaliga goymt.

[object Object]

Anders Opedal sigur sambært heimasíðuna hjá Equinor, at henda verkætlanin vísir, hvat kann koma burtur úr, tá myndugleikar og ídnaðurin arbeiða saman móti sama máli og gera íløgur saman fyri at minka um váðan. Equinor hevur fleiri menningarverkætlanir fyri CO2 flutning og goymlu á tekniborðinum bæði sum fyristøðufelag og partnari. Nýggjasta verkætlanin fer at vera eitt týðandi íkast til menningina av framtíðar verkætlanum av hesum slagnum sigur Opedal.

Í fyrstu syftu skal støðin fevna um 1,5 milliónir tons av CO2 um árið. Hon skal vera klár í 2025 at taka ímóti fyrsta CO2 frá stórídnaðinum í Evropa. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2024

40 Leygardagur 28. september 2024

Búmerkið fyri oyggjaleikir 2027 avdúkað

Robert Gutke eigur vinnandi uppskotið. Eisini eru seks høvuðsstuðlarnir avdúkaðir

Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum bjóðar vælkomin
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á lítlari samkomu hjá Betri á Kongabrúnni í Havn hósdagin var búmerkið fyri oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027, avúkað.

Tað er Robert Gutke, úr Týsklandi, men búsitandi á Eiði, sum átti vinnandi uppskotið.

[object Object]

Harumframt var almenna heitið á oyggjaleikunum avdúkað. 

Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir. Ítróttasambandið avdúkaði í dag seks samstørv og búmerkið hjá leikunum.

Umframt navnasamstarvið eru fimm onnur samstørv gjørd, sum fíggjarliga syrgja fyri, at leikirnir eru í góðum hondum. Samstørvini fevna eisini um leikirnar í Orknoyggjum 2025 og Ítróttafagnaðin 2024, 25, 26 og 27.

Atlantsflog, Bakkafrost, MBM, Smyril Line og SMS fara saman við Betri Stuðuli at gera sítt til, at Betri Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi, sigur ÍSF.

Betri Oyggjaleikir 2027 verða í døgunum 3. til 9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.

Sí fleiri myndir her

[object Object]Solby Christiansdóttir, samskipari av oyggjaleikum 2027

[object Object]
Robert Gutke hevur teknað nýggja búmerkið hjá oyggjaleikunum 2027

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

41 Leygardagur 28. september 2024

KÍ koppaði Víkingi og útsetti FM-veitsluna

Endaði 1-2 í inntensa útsetta dystinum har royndir KÍ-spælarar gjørdu mun. Seks stig og 24 mál skilja liðini undan seinastu fýra umførunum

Samumtikið fer 2024 eftir øllum at døma at standa sum eitt keðiligt kappingarár fyri KÍ, sum er trýfaldur føroyameistar i og helst hevur væl dýrasta hóp í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var sanniliga ikki altíð serliga pent, men tað var sjálvdan, at tað ikki var áhugavert og spennandi at fylgja við í Sarpugerði.

KÍ skoraði tíðliga, tá Árni Frederiksberg flott smekkaði bóltin í netið stutt uttan fyri brotsteigin, eftir at Arnbjørn Svensson í tveimum førum royndi at rudda bóltin burtur. Tá hevði útiliðið longu havt tvær vandamiklar støður, KÍ var eisini nær við tvær ferðir afturat fyri steðgin, men so líðandi varð Víkingur meira vandamikið og setti seg meira á spælið.

[object Object]
Árni Frederiksberg skoraði við góðum fluktara tíðliga í dystinum, og legði hann eisini innfyri, tá KÍ skoraði til 2-0. Árni var í nógvum nærdystum og fekk millum annað gult í einum roki við Olaf Bárðarson (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var um reppið, at Víkingur revsaði KÍ í tveimum førum fyri steðgin, og tað sá út til, at Víkingur hevði bóltin í málinum hjá KÍ beint eftir steðgin. Dómarin, Heini Ziskason Viðoy, og hjálpardómarin, Jógvan Breckmann, sóu helst ikki støðuna nóg væl til at døma mál - tað varð í øllum førum ikki mett, at bólturin var innanfyri.

Júst dómararnir høvdu eina stóra uppgávu, tí nógv tendring var á. Til tíðir sá út til at ov nógv kort og fríspørk vóru givin - til tíðir ov fá. Spælarar á báðum liðum gjørdu sítt til at erta til hvønn annan, og góða fótbóltsspælið sást ikki serliga ofta, sum dysturin leið.

[object Object]
Nógvar spentar støður, har dómaratoymi traðkaði inn á ymsan hátt. Átta gul kort vórðu givin 

Tað var Víkingur, ið skuldi og vildi meira við bóltinum, og til tíðir eydnaðist at skapa góðar støður. KÍ spældi tó ein fínan verjudyst og við so at siga sínum einasta álopið í 2. hálvleiki, økti útiliðið. KÍ vann horna í høgru, Árni Frederiksberg sendi aftur væl innfyri, víkingarnir bjargaðu á linjuni, men bólturin hoppaði út til Odmar Færø, og verjuspælarin smekkaði bóltin í netið.

Víkingur vildi - og kundi kanska - fingið eitt brotsspark tíðliga í 2. hálvleiki, tá bólturin kom í armin á Albert Ejupi í brotsteignum. Fimm minuttir fyri leiklok, peikaði Heini Viðoy á blettin. Olaf Bárðarson fór umkoll, tá Odmar royndi at støðga honum. Sølvi Vatnhamar umsetti trygt til mál, og hóast lívligan enda endaði tað 1-2.

Fleiri myndir frá dystinum her

Sigusrøðin hjá Víking á 13 dystiri endaði, meðan KÍ vann sín níggjunda sigur á rað. KÍ syrgdi eisini fyri, at Víkingur ikki kann taka stigametið frá 2022 (77 stig).

Víkingur er tó framvegis í ógvuliga góðari støðu til FM. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal í minsta lagið tapa tveir dystir og spæla ein javnan av teimum írestandi fýra, um KÍ skal hava ein møguleika at yvirhála. Tey 24 málini, ið eru á muni, ger, at hóast tað eitur seks stig, so er tað so at siga sum sjey stig eru á muni.

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Mikudagin 25. september 
Víkingur - KÍ 1-2 (0-1)
08' 0-1 Árni Frederiksberg
78' 0-2 Odmar Færø
87' 1-2 Sølvi Vatnhamar, br

Øll liðini hava nú spælt 23 dystir, og støðan er í løtuni hendan:

Víkingur 63 stig
KÍ 57 stig
HB 51 stig
NSÍ 41 stig
B36 36 stig
07 Vestur 27 stig
EB/Streymur 19 stig
Skála ÍF 18 stig
B68 14 stig
ÍF 7 stig

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 15: ÍF - B68
Leygardagin kl. 17: B36 - HB
Leygardagin kl. 17: EB/Streymur - NSÍ

Sunnudagin kl. 15: 07 Vestur - KÍ

Mánadagin kl. 18.30: Skála ÍF - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

42 Leygardagur 28. september 2024

Sama støða í botninum og í topp-fýra stríðnum

NSÍ og HB vunnu sunnudagin 3-0 á ávikavist ÍF og Skála

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stórfavorittarnir vunnu á heimavølli, tá teir báðir seinastu dystirnir í 23. umfari av Betrideildni vórðu spældir sunnudagin.

B36 vann 3-0 á 07 Vestur leygardagin, men NSÍ svaraði aftur við at vinna 3-0 á ÍF við Løkin sunnudagin. Longu eftir fimm minuttir sló Steffan Løkin til eftir langt innkast. Hann stóð púra fríur í ÍF-brotsteignum, tók bóltin væl til sín og skoraði hegnisliga. Níggjunda málið hjá Steffani, sum hevur havt eitt gott kappingarár.

ÍF er so gott sum farið niður, og umsstøðurnar at svara NSÍ aftur á degnum gjørdust verri, tá Aron Kensson fekk beinleiðis reytt kort í 32. minutti. Hetta fyri at støðga Jasper van der Heyden sum aftasti maður. Fuglfirðingar fullu tó ikki heilt í fátt, og dysturin varð ikki avgjørdur heilt fyrrenn síðsta korterið, tá brøðurnir Knudsen, Petur og Aron, skoraðu hvør sítt mál. Aftur fimm stig niður til B36, og nú eru bert fýra umfør eftir.

[object Object]
Aron Knudsen skoraði seinasta málið í sigrinum, sum sendi NSÍ nærri evropeiska plássinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Triðji 3-0 dysturin í umfarinum kom í Gundadali. Eisini har fekk ovara liðið hol á tíðiliga: Gott HB-spæl í høgru, og Mathias Voss væl innfyri til Jákup Thomsen. Fyrsta málið hjá Jákupi í Betrideildini í 13 mánaðir - hann hevur verið úti við skaða størsta partin av hesum árinum.

Áleyparin sló til aftur, tá ein tími var spældur. Hetta var eftir gott innlegg frá Hanusi Sørensen. Hanus skoraði sjálvur trygt tígjgu minuttir seinni, eftir at ein annar ungur HB'ari, Eivind Restorff Mouritsen, hevði vunnið bóltin og sent hann víðari. Tryggur sigur til Sormani og hansara menn, sum eftir trý tap eru aftur á sigurskós. Skála skal hava stigini í niðurflyringarstríðnum aðrastaðni.

Leygardagin vóru tríggir dystir spældir í bestu mansdeildini.

KÍ var á vitjan á Svangaskarði og vann 2-0 á B68 - ikki eins lættliga, sum munurin í kappingini vísir, tí tað var ikki fyrr enn inni í longdu leiktíðini, at sigurin varð sligin fastur til úrslitið 2-0. Fyrsta málið til KÍ var sjálvmál.

Myndir frá dystinum sæst her

B36 vann lættliga 3-0 á 07 Vestur, meðan oddaliðið Víkingur fekk ein tepran 1-0 sigur móti EB/Streymi á heimavølli í Norðragøtu.

Betrideildin 23. umfar

Leygardagin 21. september 
Víkingur - EB/Streymur 1-0 (1-0)
39' 1-0 Jørgin Nielsen (Ingi Jonhardsson)

B68 - KÍ 0-2 (0-1)
09' 0-1 Sjálvmál
90 (+1)' 0-2 Árni Frederiksberg (Páll Andrasson Klettskarð) 

07 Vestur - B36 0-3 (0-1)
18' 0-1 Anton Søjberg
57' 0-2 Marius Kryger Lindh (Hannes Agnarsson)
65' 0-3 Marius Kryger Lindh (Zean Dalügge0

Sunnudagin 22. september:
NSÍ - ÍF 3-0 (1-0)
06' 1-0 Steffan Løkin (James Drye)
76' 2-0 Petur Knudsen (Beinir Nolsøe)
90+3' 3-0 Aron Knudsen (Mórits Heini Mortensen 3-0)
Reytt kort: Aron Kensson, ÍF (32')

HB - Skála ÍF 3-0 (1-0)
11' 1-0 Jákup Thomsen (Mathias Voss)
61' 2-0 Jákup Thomsen (Hanus Sørensen)
72' 3-0 Hanus Sørensen (Eivind Restorff Mouritsen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2024

43 Leygardagur 28. september 2024

A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Mánadagin fer Håkan Ericson at kunngera hópin til heimadystirnar móti Armenia og Lettlandi. Ongantíð í hansara tíð hevur trýstið at fáa fleiri stig í einum landsliðsvindeyga verið størri, og starvið kom sum skilst undir luppin fyrr í mánaðinum

30 pláss niður á styrkislistanum seinastu árini. Fleiri av seinastu avrikunum hjá A-landsliðnum hava ikki verið nøktandi, og fleiri spurnartekn vórðu sett við Håkan Ericson og liðið fyrr í september (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ónøgd - og kanska uppaftur verri - ein ávis líkaslæla hómast mótvegis føroyska manslandsliðnum í fótbólti í løtuni. 

Avrikið móti Norðurmakedonia í 1. umfari í Nations League var nøktandi, og tað endaði 1-1 á Tórsvølli. Hendan góðveðursdag á Tórsvølli sníkti áskoðaratalið seg bert líka uppum tey 2.000, og harav høvdu fitt av áskoðarum ikki rindað atgongumerki sjálvi.

Føroyar taptu tríggjar dagar seinni í Lettlandi. Avrikið í fyrra hálvleiki var undir alt lágmark - serliga tá hugsað verður um, at mótsstøðuliðið ikki var ein av stóru fótbóltstjóðunum. Hetta var eisini annað tapið móti Lettlandi upp á tríggjar mánaðir. Føroyar høvdu áðrenn juni 2024 ikki tapt móti lettum í fimm dystum.

Sum skilst hevði tapið 10. september eisini ta avleiðingina, at starvsnevndin og topparnir í Fótbóltssambandinum stutt aftaná høvdu ein fund um støðuna á A-landsliðnum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum.

[object Object]
Vónbrotin Gunnar Vatnhamar í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nøkur viðurskifti eru, sum Håkan Ericson og hansara toymi ikki hava ræði á - millum annað langtíðarskaðar. Men spurningarnir um millum annað úttøkur, og um hvussu liðið verður sett upp, fækkast ikki (Mynd: Sverri Egholm)

Umstøðurnar hjá Håkani Ericson og toymi til Baltic Cup í juni vóru als ikki tær bestu. Nógvir av teimum føstu vantaðu, og Andrias Edmundsson og Brandur Hendriksson góvu seint avboð - sjálvt um báðir kundu spælt dystirnar. At tapa 4-1 móti Estlandi í somu venjingarkapping, sum vit taptu móti Lettlandi í juni, var eitt lágpunkt. Estland liggur 122 á FIFA-styrkislistanum.

Sí listan her

Hesin styrkislistin er ikki altíð heilt í samsvar við veruleikan - ella í øllum førum ikki allan veruleikan. Tað er tó eitt sindur sigandi, at Føroyar nú eru dotnar niður á pláss nummar 140 í heiminum. Undan fyrstu dystunum hjá Håkani Ericson í september 2020 lógu Føroyar nummar 110. Also: 30 pláss niður uppá fýra ár.

Niðurgongd í úrslitum - og málum

Í teimum báðum Nations League-kappingunum undan hesari, og teimum undir verandi toymi, hava Føroyar fingið 20 stig í tólv dystum. Í 2020 flutti liðið, ósigrað, upp úr niðastu deildini, og í 2022 eydnaðist Føroyum at halda sær í deild C. Millum annað við sigrum á Litava og Turkalandi.

Tað tykist tó sum long tíð síðani. Síðani 2-1 sigurin á Turkalandi á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani, er tað bert eydnast at vinna á Liktinstein, sum eftir tapið fyri San Marino fyrr í mánaðinum, kann metast sum veikasta landsliðið í Evropa. Talan er um samanlagt 18 dystir.

Føroyar hava harav spælt 10 kappingardystir. (8 EM-undankappingardystir og tveir Nations League-dystir hesa tíðina) Úrtøkan er tveir javnleikir (Norðurmakedonia og Albania, úti). Í hesum dystunum hava Føroyar skorað eitt mál í opnum spæli - mál sum ikki eru deyðbóltar - og eingin áleypari hevur skorað.

Kropsliga hevur tað sæð gott út, og verjuspælið hevur í fleiri dystum verið gott. Men tað at man skapar ov lítið frameftir yvir longri tíð, er eisini við til at fáa eitt ávíst máttloysi inn; eisini millum áskoðarar. 

Møguleikin er her nú í Nations League, har liðini sum heild eru til at tosa við. Føroyar hava eisini skapt rímiliga nógvar støður í sínum fyrstu dystum í heyst. Tað verður eisini neyðugt á Tórsvølli í oktober, har Armenia og Lettland vitja. Armenia er nakað sterkari enn Lettland, men Føroyar eiga í minsta lagi at bjóða av móti teimum heima. Lettland skal vinnast hesaferð - Hetta staðfesti Andrias Edmundsson eisini í samrøðu við Portalin í Riga.

Heilt royndir landsliðspælarar sum Sølvi Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson viðurkendu áðrenn dystin í Lettlandi, at "man noyðist at fáa Føroya fólk við". Teir kenna og vita, at tað ikki er, sum tað onkutíð hevur verið áður: At føroyska A-landsliðið við monnum veruliga savnar fjøldina og flytir seg fram.

Fundur og spurningar um framtíðina

Í mun til úrslit, hevur tað gingið afturá seinastu tíðina. Håkan Ericson hevur sáttmála fyri næsta ár eisini, men tað kann verða eitt tungt 2025 fyri allar partar, um Nations League ikki spælir væl av. Um Føroyar enda aftast í bólkinum, so skal man í øllum førum spæla "fyri lívinum" í deildini, um ikki man flytir beinleiðis niður í deild D. Í so fall er tað minni spennandi, tá Nations League verður aftur í 2026.

Nakrar keldur hjá Portalurin hava upplýst, at millum annað landsliðsvenjaraspurningurin varð vendur dagin eftir tapið í Lettlandi, og at man ikki heilt dregur somu línu á tí økinum í FSF í løtuni. Hetta kemur eisini fram í Sosialinum, sum kemur út í morgin.

Um nakað starv er uppá spæl 10. og 13. oktober er óvist, men landsliðsvenjarin, toymið og spælararnir hava eina risastóra uppgávu fyri framman. Man skal aftur prógva, at man kann vinna fótbóltsdystir. Annars kemur plássið í deildini uppá spæl og staðfestingin av einum veikum 2024 verður sterkari. 

Fyritreytirnar hjá einum føroyskum fótbóltslandsliðið eru tað, sum tær eru. Føroyska manslandsliðið hevur tó ofta víst, at nógv ber til, hóast fólkatalið er lítið, og at allir spælararnir ikki eru profilar á stórum adressum. Nú vera møguliga nakrir spælarar tøkir aftur, sum hava verið lyklaspælarar seinastu árini.

Håkan Ericson úttekur mánadagin hópin til heimadystirnar móti Armenia og Lettland. Hetta hendir á tíðindafundi í FSF-húsinum klokkan 10.

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 4 stig 
2. Armenia 3 stig 
3. Lettland 3 stig 
4. Føroyar 1 stig

Aftasta liðið í bólkinum flytir beinleiðis niður, um tað er millum tvey tey aftastu liðini í deildini. Annars verður ein play-off dystur móti einum av ovaru liðinum í Deild D næsta ár.

10. oktober: 
Føroyar - Armenia
13. oktober: 
Føroyar - Lettland

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2024

44 Leygardagur 28. september 2024

Atli bestur í august

Tað gjørdist liðskiparin, aldursforsetin og ímyndin av Víkingi, Atli Gregersen, ið varð valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í august mánaði

Árni Nóa Atlason saman við pápa sínum, Atla Gregersen (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er neyvan ov nógv sagt, at hann ikki telist millum størstu teknikararnar á einum fótbóltsvølli, og hann er sjáldan millum teir fremstu, tá menn fara at renna kapp.

Men… Hann er kittið í einum hópi, sum bindur saman, og yvir 90 minuttir, plus tað leysa, ger hann millum ongar og fáar feilir. Tí tað er heldur ikki ov nógv sagt, at hann telist millum stinnastu verjuspælararnar í føroysku kappingini, við sínum góða yvirblikki – bæði við og uttan bólt – og nógvu royndum, ger hann viðspælarar og alt liðið betri.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá atkvøðast skuldi fyri besta spælara í august mánað, hevði Atli Gregersen úr Víkingi fingið flestar atkvøður. Næstir honum í atkvøðugreiðsluni vóru Samuel Chukwudi úr HB, og liðfelagin hjá Atla, Poul Kallsberg.

– Ja, hvat skal man siga… Hetta kom eitt sindur óvæntað, tí vanliga eru tað teir framrættaðu spælararnir, ið fáa allar hesar heiðararnar – og tað hava teir nokk eisini allir uppiborið. Men eg eri glaður fyri hendan heiður, og tað fløvur eitt hálvgamalt hjarta, sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri heiðurin fekk Atli Gregersen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri. Tað var sonur Atla, Árni Nóa Atlason, ið eisini er partur av Betrideildarhópinum hjá Víkingi, ið handaði pápanum heiðurin, sum besti spælari í august 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

45 Leygardagur 28. september 2024

Heidi og NSÍ halda fast um oddasessin

Undan toppdystinum í Betrideildini hjá kvinnum sunnudagin millum NSÍ og Víking, varð Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august

Heidi Sevdal og Andrias Lamhauge, næstformaður í NSÍ (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum var farna vikuskiftið. Leygardagin vórðu tveir dystir í bólki B, og sunnudagin vóru dystirnir í bólki A, har liðini dystast um FM, spældir.

Og sum úrslitini háttaðu seg heldur NSÍ fast um oddasessin, men tað er rættuliga tætt millum fremstu liðini. Runavíkskvinnur eru fremst við 40 stigum, meðan KÍ og Víkingur hava 37 stig. Nummar fýra er HB við 27 stigum.

Áðrenn dystin við Løkin millum NSÍ og Víking var Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august mánað.

– Eg eri rættuliga bilsin av, at eg bleiv vald hesa ferð, tí eg haldi, at fleiri av mínum viðleikarum líka so væl kundu fingið hendan heiður. Men eg eri samstundis errin og glað, tí tað er eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning at fáa. Somuleiðis er hetta ein heiður til mínar liðfelagar, tí eg haldi, at vit sum lið hava avrikað væl í eitt longri tíðarskeið, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru venjararnir hjá teimum átta feløgunum í Betrideildini hjá kvinnum, ið velja, og tá talt var saman hevði Heidi Sevdal fingið flest atkvøður. Næstar henni vóru Sara Samson Lamhauge úr NSÍ, Sunniva Willesmoes úr HB, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi.

Í niðara bólkinum er B36 fremst við 19 stigum, fimm stig framman fyri Skála, sum hevur 14 stig á øðrum plássi. FC Hoyvík er nummar trý við átta stigum, og nummar fýra er TB/FCS/Royn við sjey stigum.

Betri Deildin, kvinnur: FM-bólkurin 3. umfar

Sunnudagin 22. september:

NSÍ - Víkingur 1-1 (0-0)
58' 1-0 Evelin Mastropasqua (Sara Lamhauge)
71' 1-1 Eydna Dalheimj (Jensa Tórolvsdóttir)

KÍ - HB 3-0 (2-0)
19' 1-0 Malena Olsen (Sólja Ernstsdóttir)
29' 2-0 Eyðvør Klakkstein
69' 3-0 Sólja Ernstsdóttir

Støðan í FM-bólkinum

NSÍ 40 stig
KÍ 40 stig
Víkingur 37 stig
HB 27 stig

Komandi dystir

Mánadagin kl. 18: NSÍ - KÍ
Mánadagin kl. 19.30: HB - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

46 Leygardagur 28. september 2024

Tummas Erling Djurhuus ítróttarstjóri í B36

50-ára gamli venjarin úr Øravík kemur aftur til B36 og fær nýggjan leiklut. Hann skal, í parttíðarstarvi, standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum

Tummas Erling Djurhuus var í nøkur ár høvuðvenjari hjá besta kvinnuliðnum í B36. Hann steðgaði í 2023, tá hann fór til TB - nú er maðurin við venjara- og leiðarútbúgving aftur í B36-húsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tummas Erling Djurhuus er settur í starv sum ítróttarstjóri í fótbóltsfelagnum B36.

Felagið hevur áður havt fólk, sum hava røkt, tað sum svarar til hendan postin, men hetta er sum so fyrstu ferð, at B36 hevur sett ein ítróttarstjóra. Talan er um nakað, ið fleiri felag sum skilst fara at raðfesta hægri til næstu árini.

B36 skrivar, at arbeiðsuppgávan í høvuðsheitum verður at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.

- Tað er stórur heiður at hava fingið boðið hetta starvið, og eg eri sera spentur at fara í holt við uppgávuna. Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at stuðla ítróttaliga partinum av felagnum til heiður og æru í tíðini sum kemur, sigur Tummas Erling Djurhuus.

[object Object]
Marita Debess Magnussen, forkvinna, saman við Tummasi Erling Djurhuus (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

50 ára gamli Tummas Erling Djurhuus er vælkendur í B36-húsinum. Hann hevur fyrr verið høvuðsungdómsvenjari, vunnið uppflyting við næstbesta mansliðnum og staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum. Hann hevur eisini venjararoyndir úr AB, NSÍ, EB/Streymi og TB. Seinasta árið hevur hann verið hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum.

- Krøvini til at reka eitt stórt og fevnandi fótbóltsfelag sum B36 herðast, og tað setur ávísar treytir til bygnaðin í felagnum. Parttíðarstarvið sum ítróttastjóri er ein umráðandi liður í hesum arbeiðinum, skrivar B36.

Tummas Erling Djurhuus hevur A-venjaraprógv, og annars lokið kandidatprógv innan vinnubúskap, umframt MBA-leiðaraútbúgving í Corporation Sustainability og Leadership Psychology.

Besta mansliðið hjá B36, sum helst verður høvuðsøki hjá ítróttarstjóranum, liggur á 5. plássi í Betrideildini, nú trý umfør resta í. Tað sær út til, at ein sigur í steypafinaluni er neyðugur, um B36 skal koma út í Evropa næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

47 Leygardagur 28. september 2024

U17 gentur: Hópurin til EM í Englandi úttikin

18 spælarar skulu umboða Føroyar í Englandi frá 5. til 14. oktober

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landslinum við gentum hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í EM-undankapping, sum verður í Englandi frá 5. til 14. oktober.

Føroyar eru í bólki A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia. Føroyar spælir móti Englandi 7. oktober klokkan 12, móti Hollandi 10. oktober klokkan 19, og móti Kekkia 13. oktober klokkan 12.

Hetta góð fyrireiking til stóru uppgávuna í mai komandi ár, tá Føroyar vera vertir fyri sjálvum EM-endaspælinum, skrivar FSF.

Hópurin
Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Kára Askham Sigurðsson, KÍ/FC Nordsjælland (Danmark)
Elisabet Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

48 Leygardagur 28. september 2024

Christian Høgni Jacobsen nýggjur U17-venjari

Hann avloysir Fróða Benjaminsen. Maðurin úr Saltangará er spentur til uppgávuna og hevur nú tikið sín fyrsta hóp út. U17-dreingirnir skulu til EM-undankapping í Albania 9. til 15. oktober

- Hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. sigur Christian Høgni Jacobsen (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Niðurlond, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17-landsliðið við dreingjum í næsta mánaða fer til EM-undankapping í Albania.

Liðið fer til Albania við nýggjum høvuðsvenjara. Fróði Benjaminsen hevur røkt starvið seinastu árini, men nú er metmaðurin á føroyska A-landsliðnum fyribils fluttur av landinum.

Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Christian Høgni hevur royndir sum millum annað ungdómsvenjari í serliga NSÍ og seinast í ÍF.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, og eg lá ikki leingi á boðunum, tá eg bleiv spurdur. Men hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. So tað ræður um at taka uppgávuna í fullum álvara, og vit herja á beinanvegin, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Christian Høgni hevur nú tikið sín fyrsta hóp út. Í hópinum eru millum annað tveir fyrrverandi HB'arar, sum nú spæla uttanlands.

- Saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur Christian Høgni Jacobsen sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til stóru og spennandi avbjóðingarnar, ið standa fyri framman í Albania.

Hópurin:
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Poul Eliasen, HB
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Djóni Sivertsen, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Dávid Høgnason, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Páll Muller, KÍ
Jónas Samuelsen, B68

Dystaskráin
9. oktober Niðurlond – Føroyar á Niko Dovana Stadion
12. oktober Kroatia – Føroyar á House of Football 
15. okober. Føroyar – Albania á Egnatia Stadion 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

49 Leygardagur 28. september 2024

U15-genturnar endaðu við sannførandi sigri

Føroyar vunnu 4-0 á Andorra, har Helena Holm, Sigrið Hansdóttir og Rakul Madsen skoraðu málini. Talan var um menningarkapping á Malta

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta var ein góð og jøvn kapping. Móti Malta og Luksemborg tapa vit tíverri við einum máli, men talan er um javnar dystir, har vit spæla væl og koma til nógvar málmøguleikar. Í síðsta dystinum eru vit greitt omaná, og sigurin kundi saktans verið størri.

Soleiðis sigur Allan Smedemark við fsf.fo. Tvøramaðurin er høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum, sum síðstu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping á Malta. 

[object Object][object Object]
Málskjúttarinir (Mynd: FSF)

Móti Androrra legði Helena Holm Føroyar á odda 1-0, Sigrið Hansdóttir gjørdi tað til 2-0 og 3-0, áðrenn Rakul Madsen í 67. minutti sló sigurin rimmar fastan.

– Tað hevur verið stuttligt og gevandi at verið partur av hesum liðnum, og tað hevur eisini verið hugaligt at sæð, hvussu væl genturnar hava tikið ímóti tí, sum venjaratoymið er komið við. Sum fótbóltsspælarar hava tær ment seg nógv í ár, sigur Allan Smedemark við heimasíðuna hjá FSF.


[object Object]Myndir: fsf.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

50 Leygardagur 28. september 2024

Ungdómsfinalurnar verða spældar í næstu viku

Nú er greitt, at at B36 og Víkingur verða greitt best umboðað við fýra liðum hvør í ársins steypafinalum. Fleiri smærri feløg hava eisini lið við

Yngstu liðini hjá Víkingi og B36 hittast (U13) - Mynd: vikingur.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hesa komandi vikuna verða seks ungdómsfinalur spældar á Tórsvølli. Hálvfinalurnar hjá U21 og U17 (menn og dreingjum) eru spældar í vikuni, og nú er millum annað greitt, at Víkingur er við í øllum "ungdómsfinalunum" hjá dreingjum (U13, U15 og U17), meðan nakað smærri feløg skulu spæla finalu hjá U21.

Samanlagt eru Víkingur og B36 best umboðað í ungdómsfinalunum við trimum liðum og samanlagt fýra liðnum - ávikavist kvinnum og monnum eisini.

Ungdómsfinalur:

Mikudagin 2. oktober
U16 gentur kl. 19: KÍ - Skála 

Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur kl. 17.30: B36 - 07 Vestur/MB
U21 (menn) kl. 19: B71-ÍF

Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir kl. 10.30: B36-Víkingur 
U15 dreingir kl. 12.30: Víkingur-B36 
U17 dreingir kl. 15.30: KÍ-Víkingur 

Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.

Vaksin:

Leygareagin 5 okrober kl. 18.30: Víkingur- finnarin NSÍ/HB (NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 5-1)
2. november kl. 17: B36-HB (løgmanssteypið)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024

51 Leygardagur 28. september 2024

Tepurt tap í fyrra venjingardystinum í Slovakia

Føroyar vóru annars sum heild betri meginpartin av tíðini venjingardystinum í Bratislava, men søplaðu sigurin burtur í seinastu minuttinum - spælt verður aftur í

Jana Mittún var føroyskur toppskjútti og besti spælari á vøllinum. Viborg-bakkurin hevði møguleikan at javna í seinastu sekundunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var 20-23, tá nakrir minuttir vóru eftir, og Føroyar sóu út til at hava fingið endaligt tamarhald á dystinum. Føroysku kvinnurnar fingu spælið at sita betri enn slovakar teir fyrstu stóru 50 minuttirnar, høvdu ein betri kontra-retur part, umframt at verjan og Annika Petersen sum heild stóðu rættiliga væl.

Tað líktist einum góðum sigri í einum fínum venjingardysti tveir mánaðir undan EM. Seinastu løtuna sást tó, at talan er um tvey lið, ið ikki eru heilt von við at vinna. Tað gjørdist heldur fjálturstungið við bóltinum og serliga hjá Føroyum. Fimm álop á rað endaðu við tekniskari villu: Eitt brent skot, tvey yvirtraðk og í tveimum førum varð bólturin blakaður burtur.

Hetta gjørdi at leiðslan hvarv, og at Slovakia eisini kundi leggja seg á odda 24-23. Føroyar spældu 7 móti 6 hesa løtuna. Tað hevði man annars ikki gjørt, og hetta var heilt víst bara fyri at royna tað, nú talan var um venjingardyst, og møguliga eisini stýra leikferðini ordiliga. Hetta eydnaðist tó als ikki. 

Jana Mittún hevði møguleikan at javna í seinasta føroyska álopinum, tá hon breyt ígjøgnum sjálv. Málverjin bjargaði tó - har kundi kanska verið dømt brotskast. Sum heild vóru onkrar marginal dømingar hjá heimadómarunum ikki til fyrimuns fyri Føroyar seinastu løtuna, men okkara kunnu fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri: Ov nógvar óneyðugar tekniskar villur. 

Tað var annars Slovakia, ið gjørdi fleiri slíkar gjøgnum dystin. Føroyska verjan fekk kroyst heimaliðið til tað í nøkrum førum, og millum annað riggaði miðverjan við Brynju Høj og Pernille Brandenborg ógvuliga væl, og Annika Fríðheim Petersen stóð ein góðan dyst. Málverjin hevði, sambært handballstatz.com, 15 bjargingar og harvið umleið 45 prosent, ið er ógvuliga høgt. Hon spældi meginpartin av dystinum.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen var ofta fyri í føroyska málinum kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fleiri møguleikar og nógvar dygdir á liðnum

Claus Mogensen og Simon Olsen gjørdu eina rúgvu av broytingum. Maria Pálsdóttir Nólsoy stóð seg væl í álopinum í fyrra hálvleiki, og innspælið til Pernille Brandenborg hjá henni - og serliga Janu - eydnaðist væl. At Føroyar í Pernille hava ein strikuspælara og miðverja á góðum altjóða stigi sæst.

Jana Mittún spælir eisini í bestu donsku deildini, og hon er byrjað væl í ár. 20-ára gamli hvirluvindurin í Hoyvík skapti nógvar støður og skoraði seks góð mál sjálv. Jana varð toppskjútti hjá Føroyum, og legði upp til 10 mál. Tað hevði verið meira, um nakrir aðrir fríir møgleukar høvdu giivð mál. Hóast tvey teknisk mistøk móti endanum sást, at hon er í einum flokki - ella kanska fleiri flokkum - oman fyri teimum flestu á vøllinum.

Tað riggaði eisini væl við Turið Arge Samuelsen í bakketuni í tveimum førum. Greiði toppskjúttin í Føroyum seinastu árini, har Turið hevur spælt bakkur fyri Kyndil, hevur higartil bert verið vongur á landsliðnum. Í gjár fekk Turið Arge tó bæði hoppiskot, gjøgnumbrot og trý mál av bakkinum - hon spældi tó eisini á vonginum. Hetta var ógvuliga jaligt at síggja, og kann vápnið geva Føroym fleiri streingir at spæla uppá.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen gjørdi bart í sínum løtum á vinstra bakki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Júst vongskot vóru ein trupulleiki í gjár, eins og í serliga tí eina dystinum í undankappingini (Ísland, heima) Hetta varð ikki dagurin hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, og hóast tær ungu hildu seg framat, og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe millum annað skoraði tvey mál, so vóru ov nógv brend skot, umframt nøkur yvirtraðk.

Tað er kanska ein vansi, at eingin uttan Karin Egholm, og Brynhild Pálsdóttir tá hon er til reiðar, spælir á vonginum til dagligt. Annars skoraði 20-ára gamla Lukka Arge - sjálvandi - púra trygt uppá sítt brotskast, og hevði nakrar góðar verjustøður. Ein góður "spesialistur" at hava.

Føroyar skulu fínpussa - og helst vinna - í dag

Slovakia var, eins og Føroyar, í niðasta styrkibólkinum til lutakastið. Talan er um eitt lið, sum eigur at vera til at tosa við, og tað sást í gjárkvøldið, at Slovakia ikki hevði heilt nógv, sum gav Føroyum stórt høvuðbrýggj. Okkara vóru á odda størsta partin av dystinum, og við meira hvassleika og hugsavnan í øllum støðum hevði tað heilt víst borið á mál.

Hesin dysturin kann avgjørt nýtast í fyrireikingini til endaspælið í Sveis (november-desember), og tað kann tann í dag vónandi eisini. Hann byrjar klokkan 14 føroyska tíð.

Venjingardystir/fyrireikingardystir til EM
Fríggjadagin 27. september
Slovakia - Føroyar 24-23 (12-14)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 6
Pernille Brandenborg 5(1)
Turið A. Samuelsen 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Elsa Egholm 1
Rannvá Olsen 1
Lukka Arge 1(1)
Lív S. Poulsen 1
Bjarta O. Johansen 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen: 15 bjargingar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2024

52 Leygardagur 28. september 2024

EM-niðurteljingin er byrjað

Føroysku kvinnurnar hava havt góðar møguleikar at fyrireika seg hesa vikuna. Hósdagin gekk leiðin til Slovakia, har tveir venjingardystir eru á skránni

Turið Arge Samuelsen, Jana Mittún og hinar eru nú savnaðar og gera seg á ymsan hátt til reiðar til EM-endaspælið í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fýra venjingar í Føroyum og síðani fráferð til Slovakia, har tveir venjingardystir eru á skránni. Tann fyrri í gjárkvøldið og tann seinni í kvøld. 

[object Object]
Venjing í høllini við Streymin

[object Object]Og síðani varð heilsað uppá skúlabørnini við Streymin (Myndir: Hondbóltssamband Føroya)

Talan hevur verið um eitt altjóða landsliðsvindeygað og eina týðandi viku fyri Claus Mogensen, Simon Olsen og liðið. Føroyar fáa fyrireikað seg til ymiskt í mun til EM-endaspælið, sum verður í Sveis síðst í november og fyrst í desember.

Talan verður um størstu uppgávuna nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Sum fyrireiking til at møta Sveis, Kroatia og Danmark spæla Føroyar tveir venjingardysti móti Slovakia í Bratislava. 

[object Object]Elsa Egholm er ein av teimum, sum spælir í føroysku kappingini. Her í seinasta EM-undankappingardystinum í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Simon Olsen og Claus Mogsensen royna at fyrireika føroyska liðið til risauppgávurnar, sum eru fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Slovakia skal eisini við til EM-endaspælið, og var eins og Føroyar í niðasta styrkisbólkinum til lutakastið. Harvið burdi verið talan um góða og hóskandi fyrireiking hjá Føroyum.

Hópurin kom saman farna sunnukvøld. Eftir hesa vikuna fær hópurin møguleikan at savnast aftur nakar dagar seint í oktober, men annars ikki fyrrenn umleið tíggju dagar áðrenn EM-endaspælið.

Føroyski hópurin hesa vikuna:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. – 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. – 25. sep)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

53 Leygardagur 28. september 2024

Kyndil koppaði føroyameistarunum

Danirnir hjá teimum grønu gingu á odda í málskjótingini í 28-26 sigrinum hóskvøldið. Kyndil er oddalið eftir tríggjar sigrar, men hevur spælt fleiri dystir enn øll hini

Bakkurin William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli móti H71 við sjey málum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur í Burn-deildini varð spældur hóskvøldið, hóskvøldið. Kyndil tók ímóti H71 á Hálsi.

Talan var um oddadyst tíðliga í kappingini. Liðini, sum hittust í FM-hálvfinalunum, høvdu fýra stig hvør undan dystinum.

Eftir uppgerðina er Kyndil einsamalt oddalið í bestu mansdeildini við seks stigum. Teir í grønum vóru á odda við tveimum málum í steðginum og vunnu eisini við tveimum.

H71 legði annars betri fyri eftir steðgin og var í løtum í 2. hálvleiki á odda. Heimaliðið fór tó frá aftur um miðjan hálvleikin, og hóast nakað av spenningi seinastu løtuna tryggjaði Kyndil sær triðja sigurin av fýra møguligum í ár.

[object Object]
Tobias Thiesen í sigrinum í Kollafirði sunnudagin. Danski spælskiparin skoraði seinasta málið í dystinum í seinastu løtu og skoraði samanlagt seks mál (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil hevur spælt fleiri dystir enn hini, og um StÍF, ið er einasta liðið, sum hevur bast Kyndil, vinnur í Vestmanna sunnudagin, so leggur liðið av Skálafjørðinum seg á odda.

H71 spælir uttan afturvenda landsliðsspælaran Helga Hildarson Hoydal, sum hevur skaða í alboganum. Rókur Ziskason gekk á odda hjá føroyameistarunum hóskvøldið við níggju málum.

Burn-deildin 4. umfar
Hósdagin 27. september 
Kyndil - H71 28-26 (13-11)

Toppskjúttar: 
Rókur Ziskason (H71) 9 mál
William Skovsager (Kyndil) 7 mál, Tobias Thisen 6 mál

Støðan

Kyndil 6 stig
H71 4 stig
StÍF 4 stig
Neistin 3 stig
VÍF 2 stig
KÍF 1 stig
Team Klaksvík 0 stig

Kyndil hevur spælt 4 dystir, StÍF og VÍF 2 og hini liðini 3

Komandi dystir

Sunnudagin kl. 16: Team Klaksvík - Neistin í Badmintonhøllini í Klaksvík
Sunnudagin kl. 16: VÍF - StÍF í høllini í Vestmanna


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2024

54 Leygardagur 28. september 2024

SÍ vann á greipuvinnaranum Drátti

Mest sum ongin av bestu leikarunum hjá Drátti í fjør eru við í ár

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur):

SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-10, 25-19)

Eitt sindur av klikkbeitu er í yvirskriftini, tí tað var als ikki óvæntað, at greipuvinnarin Dráttur fór at fáa tað truplari í ár, tí liðið er nógv viknað, eftir at mest sum allir teir bestu leikararnir í fjør ikki eru við í ár.

SÍ hevur gaman í eisini mist sínar útlendsku leikarar, men hevur framvegis eitt gott lið, sum eisini er styrkt við, at hevarin Janna Falkvard er afturkomin úr Danmark.

Sunnudagin var lítil og eingin spenningur í dystinum - og tó, tí í triðja setti legði Dráttur seg á odda ikki minni enn 7-0. SÍ vann tó tey næstu seks stigini, men Dráttur legði seg aftur á odda 12-9, áðrenn SÍ hevði hug at draga frá. Dráttur mentist tó aftur og minkaði um munin niður í bara eitt stig til 19-20, men so vann SÍ rest og settið 25-19.

TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25)

Fleyr, sum tapti í bæði steypa- og FM-finalunum seinasta kappingarár, er fyri ein stóran part mannað við somu leikarum sum seinasta kappingarár, og ikki verður tað óvæntað, um vit síggja Fleyr í onkrari finalu aftur hetta kappingarárið. TB hevur dugnaligar, men fáar leikarar, og enn restar eitt sindur í hjá teimum at geva Fleyr rættiliga mótstøðu - serliga tá TB spælir uttan argentinsku Arianu Pereyra, sum ikki var við hesaferð.

TB var væl við í fyrsta setti, men eftir 13-14 vann TB bara eitt stig aftrat, og eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 7-0 í øðrum setti, var spurningurin mest bara hvussu nógv, Fleyr fór at vinna.

Eftir at TB hevði lagt seg á odda 4-0 í triðja setti, tók Fleyr leiðsluna aftur við at vinna seks bóltar á rað og fór framum 8-6. TB helt seg leingi innanfyri eini trý stig, men sum frá leið, vaks munurin nakað, so Fleyr at enda vann 25-19.

Í dag spæla KÍF og Mjølnir sínar fyrstu dystir í kappingarárinum, tá tey møtast í Kollafirði. Eisini spælir Dráttur á heimavølli ímóti TB í dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2024

55 Leygardagur 28. september 2024

Føroyameistarin Mjølnir legði fyri við sigri

Polestar-deildin (menn): Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-23, 18-25, 25-21, 25-22)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Mjølnir hevði bara seks mans á dómaseðlinum, men tað var tó bara ein minni enn tey sjey nøvnini á seðlinum hjá Fleyr. Væntandi verður Mjølnir væl betur mannað, sum frá líður. T.d. var hvørgin av kanadiarunum við í hesum dystinum, ei heldur tvíburarnir Ilic, og eisini onnur væl kend flogbóltsnøvn vantaðu á listanum hjá Mjølni. Tá tann listin er fullur, er ivasamt um Fleyr fer at megna at bíta eins væl frá sær, sum tað hóast alt varð gjørt hesa ferð – um ikki Fleyr fær fylt upp á sína lista eisini.

Fleyr var ofta og leingi frammanfyri í fyrsta setti, men Mjølnir javnaði til 22-22 og vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23. Í øðrum setti legði Fleyr fyri sum eitt óløgi og fór framum 10-4 og megnaði at halda fast restina av settinum.

Triðja sett var toluliga javnt, men Mjølnir var kortini áhaldandi millum tvey og fýra stig frammanfyri, og tí kom settið ongantíð veruliga í vanda.

Fleyr bardist væl fyri einum javnbrótara í fjórða setti, og legði seg á odda 5-2, 7-5 og 12-11, men so dró Mjølnir frá og fór framum 22-16 og 24-18 og vann settið 25-22, eftir at Fleyr hevði minkað um munin til 22-24.

SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-17, 25-27, 25-19)
Fyri ÍF var tað gleðiligt at hava Vukasin Nedeljkovic á kantinum aftur, tó at hann kanska ikki er heilt í toppformi enn eftir drúgvan knæskaða. SÍ hevur fingið Bjarna Joensen heimaftur úr Danmark, og tá so teir báðir polsku leikararnir eisini verða tøkir, verður tað helst fyrst og fremst SÍ, sum fer at taka kappingina upp við Mjølnir og at royna at forða teimum í at vinna sjeynda føroyameistaraheitið á rað.

Í dystinum sunnudagin megnaði ÍF til tíðir at geva SÍ rættiliga mótstøðu, men 11-8 leiðslan hjá ÍF í fyrsta setti hvarv sum døgg fyri sól, tá SÍ vann 11 stig á rað og fór framum 19-11. Hóast ÍF hálaði nakað av tí mista innaftur, so var munurin vorðin ov stórur til at bjarga settinum.

Í øðrum setti dragnaði tíðliga millum liðini, og SÍ vann lættliga 25-17.

Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda, sum oftast við einum stigi og ongantíð meira enn tveimum. SÍ fekk settbólt við støðuna 24-23, men ÍF hóraði undan og vann 27-25.

ÍF var eisini frammanfyri 7-4 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 7-7. Síðani gekk javnt á til 13-13, tá ið SÍ sleit seg leyst og vann 25-19.

Í dag tekur ÍF ímóti Fleyr, og Ternan spælir sín fyrsta dyst í kappingini, tá Mjølnir kemur á vitjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2024

56 Leygardagur 28. september 2024

Besta OL-úrslit hjá Føroyum

Talvolympiadan í Ungarn er av. Føroyar fingu sítt besta úrslit nakrantíð

Føroysku telvararnir hava alla orsøk til at brosa. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi)
SkrivaÐ:

Innsent

So er talvolympiadan í Ungarn av. Føroyar fingu sítt besta úrslit nakrantíð. Vit endaðu nummar 52 av teimum 188 londunum, ið við vóru.  Vit vóru framman fyri Danmark, Ísland og Finnland - og nógv onnur lond.

Vit fingu tveir IM-normar og ein altjóða meistara í talvi.

Høgni Egilstoft Nielsen hevur longu vissað sær IM-heitið fyri góða úrslitið í Budapest, og toppskjúttin á føroyska liðnum, 18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol, hevur við sínum sera góða úrsliti tryggjað sær fyrsta IM-normin.

Góvu Kekkia skarpan gang
Í seinasta umfari sunnudagin møttu vit Kekkia. Og tað var um reppið, at vit fingu javnleikin. Luitjen Akselsson Apol, sum var sigursharri í dystinum móti Avstralia leygardagin, gjørdi aftur bart sunnudagin. Við svarta fólkinum spældi hann sterka mótstøðumannin niður í einum sonnum fýrverki.

Okkara stórmeistari fekk remis móti besta kekkiska telvaranum í fleiri ár, og leingi tóktist tað, sum fekk í hvussu er annar av brøðrunum úr Sandavági remis - ella kanska meira enn so - men endin var, at báðir taptu.  

Føroyar (66) 1½ - Kekkia (19) 2½

GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM David Navara(2681) ½-½
Høgni Egilstoft Nielsen (2379) - GM Van Dai Thai Nguyen (2647) 0-1
Rógvi Egilstoft (2278) - GM Stepan Zilka (2574) 0-1
Luitjen Akselsson Apol (2219) - IM Jan Vykouk (2483) 1-0

Luitjen toppskjútti
Luitjen Akselsson Apol gjørdist føroyskur toppskjútti hesaferð. Fyri avrikið gongur hann meira enn hundrað ratingstig fram. Høgni og Rógvi ganga eisini eisini eitt sindur fram, meðan Helgi og John ganga eitt vet aftur.

OL-úrtøkan hjá føroysku telvarunum:
Helgi Dam Ziska  4/9  (- 10,4)
Høgni Egilstoft Nielsen 6/11 (+ 10)
Rógvi Egilstoft 4/10  (+4,2)
John Rødgaard 2½/5)  (- 15)
Luitjen Akselsson Apol 6½/9  (+ 110,8)

Besta OL-úrslitið
Talvolympiadan í Budapest - hin 45 í røðini - var hin 26. hjá Føroyum. 

Og Føroyar fingu hesaferð besta úrslitið nakrantíð. 

Síðan 2008 hevur skipanin við dystarstigum verið brúkt í talv-OL. Lið fær tvey stig fyri vunnan dyst og eitt stig fyri javnleik. Frammanundan taldu borðstigini. Tá kundu sveiggini vera størri. Lutfalsliga besta úrslit hjá Føroyum hevur verið kappingin í 1994. Tá munaðu tveir stórsigrar í báðum seinastu dystunum væl, men heildaravrikið stóð ikki mát við endaliga úrslitið.

Síðan farið var undir skipanina við dystarstigum hava vit ikki fingið 13 stig á nakrari olympiadu fyrr enn nú. Endaliga plaseringin er eisini hin besta. Vit endaðu eisini nummar 52 fyri tretivu árum síðani, men tá vóru færri lið við.

Her er eitt yvirlit yvir úrslitini hjá Føroyum á øllum talvolympiadunum. Tilskilað eru árstølini, talvolympiadur eru annaðhvørt ár, men í 1986 vóru Føroyar ikki við av politiskum ávum, tá Sameindu Emiratini sýttu Ísrael at luttaka, og í 2020 var eingin olympiada, tí tá herjaði korona. Í miðjuni sæst endaliga plaseringin hjá Føroyum, og høgrumegin sæst talið á luttakandi londum.

Føroyar á talv-OL 1970 - 2024

Ár  Nr.  Lond tls.

1970: 55 (60 lond)
1972: 54 (62 lond)
1974: 58 (73 lond)
1976: 44 (48 lond)
1978: 46 (65 lond)
1980: 72 (81 lond)
1982: 56 (91 lond)
1984: 63 (88 lond)
1988: 57 (107 lond)
1990: 79 (108 lond)
1992: 65 (102 lond)
1994: 52 (124 lond)
1996: 81 (114 lond)
1998: 72 (110 lond)
2000: 67 (126 lond)
2002: 92 (134 lond)
2004: 75 (128 lond)
2006: 82 (147 lond)
2008: 61 (146 lond) 12 stig
2010: 80 (148 lond) 11 stig
2012: 68 (156 lond) 12 stig
2014: 81 (172 lond) 11 stig
2016: 101 (170 lond) 10 stig
2018: 103 (184 lond) 10 stig
2022: 108 (188 lond) 10 stig
2024: 52 (188 lond)  13 stig

Dystirnir
Ellivu umfør eru. Føroyar vunnu seks dystir, taptu fýra og telvaðu ein javnan.

Okkara telvarar møttu fleiri góðum liðum, og komu tí ikki sovandi til úrslitini. Seks av okkara mótstøðuliðum vóru styrkismett ovari enn Føroyar, summi væl ovari.

Føroyar vóru styrkismettar nummar 66. Her síggjast allar dystirnir hjá Føroyum í Budapest. Talið í klombrum hjá mótstøðuliðnum er styrkismetingin. 

Føroyar - Santa Lucia (169)  3-1
Føroyar - Turkaland (22)  1-3
Føroyar - Palestina (113)  2½-1½
Føroyar - Rumenia (18)  1-3
Føroyar - Irak (104)  4-0
Føroyar - Slovenia (26)  ½-3½
Føroyar - Suðurkorea (96)  2½-1½
Føroyar - Sveis (38)  2-2
Føroyar - Luksemburg (85)  2½-1½
Føroyar - Avstralia (37)  2½-1½
Føroyar - Kekkia (19)  1½-2½

India vann
India vann á fyrsta sinni. Sigurin var ógvuliga sannførandi.

1 India 21 stig
2 USA 17
3 Usbekistan 17

14 Noreg
30 Svøríki
52 Føroyar
55 Finnland
60 Danmark
68 Ísland


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2024

57 Leygardagur 28. september 2024

Føroyar vunnu á Avstralia

Føroyska talvlandsliðið fekk leygarkvøldið eitt framúrskarandi úrslit á talvolympiaduni í Ungarn

18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, var sigursharri í dystinum. Hann vann á fjórða borði, hinir tríggir telvaðu javnt (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyar vunnu 2½-1½ á Avstralia. 

18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, var sigursharri í dystinum. Hann vann á fjórða borði, hinir tríggir telvaðu javnt. 

Føroyska liðið otaði seg harvið heilt fram á 35. pláss, og hevur áðrenn síðsta umfar ellivu stig fyri tíggju dystir. So frammarlaga hava Føroyar helst ongantíð verið í talv-OL. 

Føroyar eru javnar við stórar talvtjóðir sum Ongland, Niðurlond og Noreg, og vit eru frammanfyri hini norðurlondini. Føroyar hava vunnið seks dystir, spælt ein javnan og tapt tríggjar.

Tríggir stórmeistarar vóru á avstralska liðnum móti Føroyum. Miðalstyrkitalið hjá teimum er omanfyri 2500. Í fýra undanfarnum dystum móti Avstralia hava Føroyar tapt dyggiliga hvørja ferð.

Avstralia (37) 1½ - Føroyar (66) 2½

GM Temur Kuybokarov (2562) - GM Helgi Dam Ziska (2553) ½-½
GM Bobby Cheng (2588) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) ½-½
IM Rishi Sardana (2477) - Rógvi Egilstoft (2278) ½-½
GM Yuan-Zong Zhao (2478) - Luitjen Akselsson Apol (2219) 0-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

58 Leygardagur 28. september 2024

Vunnu á Luksemborg

Tað bleiv ein góður dagur hjá føroysku telvarunum í Budapest farna fríggjadag. Fyrst tryggjaði Høgni Egilstoft Nielsen sær sín triðja IM-norm, sum fer at vissa honum heitið sum altjóða meistari (IM). Og í øðrum lagi vunnu Føroyar dystin á Luksemborg

Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist triði føroyski IM-arin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Innsent

Sigurin ber í sær, at Føroyar nú otaðu seg fram á 48 pláss í røðini av teimum 188 londunum í kappingini. Ellivu stig fyri fimm vunnar dystir, ein javnan og tríggjar taptar, nú tvey umfør eru eftir at telva.

Luksemborg (85) 1½ Føroyar (66) 2½

IM Michael Wiedenkeller (2406) Høgni Egilstoft Nielsen (2379) ½-½
WGM Elvira Berend (2219) Rógvi Egilstoft (2278) 0-1
Marc Mertens (2120) IM John Rødgaard (2273) ½-½
Pierre Gengler (2097) Luitjen Akselsson Apol (2219) ½-½

John Rødgaard lýsir dystin soleiðis:

Níggjunda umfar í OL gjørdist ein minniligur dagur í føroyskari telving. Høgni Egilstoft Nielsen lýkur nú allar treytir fyri at verða tilnevndur altjóða meistari.

Talvið móti svenska-luksemborgska Wiedenkeller bleiv spennandi. Høgni telvaði Benoni, sum verður hildið at vera ivasamt, men okkara maður var væl fyrireikaður. Tá rókurin á b4 ikki slapp heim aftur, offraði Høgni hann fyri svarta bispin hjá hvítum. Og nú sást brátt, at Wiedenkeller hevði mist kraftina í virkna spælinum, og at býtismunurin, hann vann, var einki kvetti. Tá sviin legði upp til leikendurtøku, tók Høgni rímiligt av, tó at hann í veruleikanum hevði munin í støðuni. Instruktivt talv.

Rógvi hevði aftur eitt talv til lærubókina. 11. Bxd5! Svartur hevur nú tvinnar kostir; antin at átaka sær veika finnustøðu ella at lata Rógva virkið spæl. Tað bleiv tað fyrra. Rógvi styrkti nú stigvíst um støðu sína. Allir menn hjá hvítum søktu at veiku svørtu puntunum hjá svørtum, sum alt hitt svarta fólkið vardi. Hvat gert tú so? Tú laverar. Tað er, at tú melur í klingur, til mótstøðumaðurin villist. So líðandi møðist tú, fært tú ikki annað enn vart teg uttan at eiga nakran skapandi leik. Hey, nú sást ein leki har, so líðandi gekk mótstøðumaðurin til grundar.

Eg telvaði eina byrjan, sum eg í fyrireikingunum til OL hevði avrátt ikki at nýta. Men hvat, nú bar til og brátt hevði eg greiðan fyrimun. Eg hevði ymsar møguleikar at vinna, men fór so at ivast og himprast, og endin var, at eg valdi ein tryggan remis.

Luitjen spældi aftur eitt lívligt og margháttligt talv, ella rættari mótstøðumaðurin. Hann flutti í skundi fleiri leikir í einum frábrigdi, sum var móti eitt stutt skifti fyri útivið fjøruti árum síðani. Hví hetta frábrigdi fór av aftur móta, veit eg ikki, tí tað sær væl spælandi út. Luitjen hevði eitt baks av støðuni. Tað bylgdist báðar vegir, men tó eydnaðist honum at fáa í lag eitt hættisligt kongsálop. Mótstøðumaðurin mátti til endans offra frúnna fyri annan rókin, men afturfyri hevði hann tvær vandamiklar frífinnur. Tær kundu ikki steðgast, og tí mátti Luitjen skáka mótstøðumannin upp í saman, so at talvið endaði javnt.

Høgni - triði føroyski IM-arin

Endiliga lukkaðist tað.

27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú IM-ari í talvi. Formliga tilnevningin verður einaferð í næstum. Leingi hevur verið bíðað, men nú er málið rokkið. Føroyar hava fingið sín triðja altjóða meistara í talvi. Telja vit Helga Dam Ziska við, sum nú er stórmeistari, so verða tað fýra.

John Rødgaard gjørdist IM-ari í 1990. John Arni Nilssen var næstur í 2006, so kom Helgi Dam Ziska í 2007 - bara 17 ára gamal - og nú Høgni.

Tríggir sonevndir IM-normar eru kravdir til IM-heitið. Høgni vann fyrsta normin í stóru svensku kappingini Rilton Cup í 2017. Annar normurin kom árið eftir í stóru altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði. Men so máttu vit bíða í heili sjey ár eftir triðja norminum, og hann kom í gjár

So er eitt annað krav. Og tað er, at tú vinnur teg upp á 2400 í rating. Tann setningurin var rokkin í 2018, sama ár sum annar normurin kom. Hægsta styrkital hjá Høgna hevur verið 2416, tað hevði hann í desember 2019. Í august 2023 datt Høgni niður um aftur 2400, og enn er hann ikki sloppin upp aftur á 2400, men nú nærkast hann av álvara aftur.

Høgni hevur nú í fleiri ár verið næstbesti telvari í Føroyum. Hann var næstan eitt slag av føroyskum talvundurbarni. Hann telvaði 12 ára gamal í FM-landsliðsbólkinum í 2010 - og bleiv nummar trý! Í 2014 vann hann føroyameistaraheitið fyri einstaklingar 16 ára gamal - sum hin yngsti nakrantíð. Og tað var ikki við mýkindum - hann vann við fullum stigatali. Tað er eindømi síðan farið var í 1972 at telva um árliga FM-heitið í talvi.

Høgni og Rógvi eru synir Torkil Nielsen, ið sjálvur var av bestu telvarum í Føroyum í síni tíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

59 Leygardagur 28. september 2024

Manslandsliðið í dart til EM í Slovakia

Kappast verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska dart-landsliðið er farið til Slovakia, har EM í dart verður avgreitt hesa vikuna.

EM er á skránni annaðhvørt ár, og hesaferð er Samorin í Slovakia vertur fyri kappingini. 40 lond eru við í EM hesaferð, tey flestu hava lið bæði hjá kvinnum og monnum, men nøkur lond hava, eins og Føroyar, bert manslið.

Dystir hava verið á skránni frá mikudegnum til í dag. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.

Í undanfarnu EM-kappingini, sum var í Spania í 2022, endaði mansliðið samanlagt nr. 16 í røðini. Ilt er at meta um møguleikarnar at fáa líka gott úrslit hesaferð. Í liðkappingini eru londini býtt í fimm seedings-løg, meðan tað haafturímóti ikki er nøkur seeding í einmansleiki og tvímansleiki og tí kann lutakastið gerast rættuliga avgerðandi fyri møguleikunum at koma langt har. Í øllum førum hava okkara menn fyrireikað seg við venjingum alt summarið, og fara at leggja alla orku í at fáa góð úrslit.

Til ber at fylgja við øllum dystunum á tv.dartconnect.com/events/wdf og fleiri av dystunum verða eisini stroymdir, link til stroyming verður lagt út á wdfcupslovakia.com/live-stream-live-score/

Við í ferðalagnum til Slovakia eru Annfinn Hjaltalin, formaður, Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh, Uni Árting og Jens Albert Simonsen, venjari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

60 Leygardagur 28. september 2024

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður Hoyvíkar kirkju í morgin, sunnudagin 29. september. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen.

Konfirmantarnir eru hesir:

Alith Blaasvær, Mannbrekka 7. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 18.

Annvør Róaldsdóttir, Á Hvítanesi 41, Hvítanes, Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Bára Thorvaldsdóttir Petersen, við Myllutjørn 16. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Dagny Krosstein Askham, Baraldsgøta 9, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum á Hoydalsvegi 21, Tórshavn, frá kl. 16.

Julia Petersen, Guttormsgøta 8. Dagurin verður hildin í Oasuni, Kirkjustræti 4, Hoyvík, frá kl. 16.30.

Lín Róin, Millum Gilja 9. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncksgøtu 17, Tórshavn, frá kl 15.

Marin Jákupsdóttir Danielsen, Ólivantsgøta 21. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Melania Hovgaard Bærentsen, Niðaragøta 78. Dagurin verður hildin á Verkhúsinum Virkni, Berjabrekku 28, Tórshavn, frá kl. 15.


Bjartur Aleksandur Niclasen, Djúpagilsvegur 34. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Eivindur Fríði Ísheim Hentze, Gróthúsvegur 10. Dagurin verður hildin á Handilsskúlanum í Marknagili, Janusargøta 2, Tórshavn,  frá kl. 17.

Filip Ngabulo Wardum Ragnarsson, Við Myllutjørn 21. Dagurin verður hildin í Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, Tórshavn, frá kl. 17.

Jason Measso Debess Lützen, Hoyvíksvegur 33, Tórshavn. Dagurin verður hildin í B36-húsinum, Tórshavn, frá kl. 16. 

Jákup Rógvason Weyhe, Oman Gil 8. Dagurin verður hildin heima frá kl 15. 

Martin Mørkøre Poulsen, Jørundargøta 54. Dagurin verður hildin á Hilton frá kl. 17. 

Mattias Høgnason Viderø, Millum Gilja 20. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17. 

Páll Vilhelm Laksáfoss, Liljugøta 16, Tórshavn. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16. 

Petur William Kjartansson Stampe, Karlamagnusarbreyt 16 L. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn, frá kl. 15. 

Rói Klein Lamhauge, Oman Hoydalar 10. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15. 

Sólfinnur Funding Luid, Móritsarvegur 10, kj. hm. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17. 

Sveinur Lamhauge Larsson, Dýrindalsgøta 48. Dagurin verður hildin í Lamba skúla frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

61 Leygardagur 28. september 2024

Konfirmantar í Kirkjubøar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Kirkjubøar kirkju í morgin, sunnudagin 29. september klokkan 11. Prestur er Bergur Debes Joensen.

Konfirmantarnir eru hesir:

Bragi Bloch Jónasarson, Grásteinsgøta 4, Tórshavn. Dagurin hildin í Bygdarhúsinum Sólarmagn á Velbastað frá kl. 14.

Hugin Høgnason Heinesen, undir Kongavarða 39, Argir. Dagurin hildin í Grím Kambansgøtu 17 frá kl. 14.

Kira Gunnerim Fernandez, Háskúlavegur 15, Tórshavn. Dagurin hildin í AB-húsinum frá kl. 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2024

62 Leygardagur 28. september 2024

Konfirmantar í Leirvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Konfirmatión verður í Leirvíkar kirkju í morgin, sunnudagin 29. september klokkan 11. Prestur er Gerhard Jónsson Mikkelsen.

Konfirmantarnir eru hesir:

Jóhannus Eli Ánike Lambaa – Opið hús í Lonini, Fuglafjørður, frá kl. 16.

Jónas Martin Erlingsson Joensen – Opið hús heima á Børkugøtu 27, Kambsdalur, frá kl. 16.

Lea Hansen – Opið hús heima á Bøvegi 41, Fuglafjørður, frá kl. 15.

Lív Justinussen – Opið hús í Missiónshúsinum í Leirvík, frá kl.16.

Maia Toftegaard – Opið hús í Thabor, Fuglafjørður, frá kl. 15.

Rókur B. Petersen – Opið hús heima á Garðavegi 8, Fuglafjørður, frá kl.15.

Sesilia í Lambanum – Opið hús heima á Garðavegi 7, Fuglafjørður, frá kl 16.

Unna Billa Toftum Petersen – Opið hús heima á Ennivegi 15 og omanfyri hjá ommu og abba frá kl 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2024