Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. september 2024 | Nr. 38 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Bert Djóni klárar seg yvir miðal

SíÐa 3

1 Leygardagur 21. september 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Krígsins galskapur

Andstyggiliga hugtakið kríggj fekk eina nýggja dimensjón hesa vikuna, nú tað frættist, at heilt øðrvísi vápn eru tikin í brúk fyri at raka harðrenda islamska Hizbollah felagsskapin, hesaferð í Libanon.

Nú ársdagurin fyri ónda yvirgangsálopið á ein tónleikafestival í Ísrael, har nógv fólk doyðu og fleiri vórðu tikin gíslar, nærkast, hoyrdu vit um, at hópin av Hamaz-soldátum lógu eftirá og onnur fingu skaða, tá elektronisk samskiftistól tey høvdu uppi á sær knappliga sprongdust.

Ongin hevur enn tikið ábyrgdina fyri hesum óndu gerðum, men tað er trupult at ímynda sær, at tað kunnu vera onnur enn Ísrael, sum stendur aftanfyri.

Álopið á Re’im tónleikafestivalin skamt frá markinum til Gaza har suðuri í Ísrael varð sagt at vera yvirgangur. Tí tað var reinur óndskapur – endamálið var ikki annað enn at drepa og spjaða ræðslu.

Vit seta okkum spurningin: Hvat er yvirgangur og hvat er kríggj? Og: Hvat er munurin á yvirgangi og kríggi?

Sum skilst, so er serligar lógir og reglur galdandi tá tað er kríggj. Lógir, sum onkursvegna góðtaka, at mannalív verða offrað í einum andstyggiligum stríði um vald. Aðrar lógir verða settar úr gildi – tað er undantaksstøða. Yvirgangur verður revsaður eftir galdandi lógum, men tað verða – sum skilst – ‘vanligar’ krígshandlingar ikki.

Er tað ikki talan um yvirgang, tá onkur trýstir á knøtt, sum kann fáa eina røð av tólum at spreingjast við tí endamáli at drepa uttan at tann, ið trýstir, hevur ánilsi av, hvar hesi tól eru og hvør ella hvørji eru í nærheitini av tólunum? Tað fær valla verið annað.

Hizbollað felagsskapurin, sum tók ábyrgdina av níðingsgerðini á festivalinum nærhendis Re’im kibbutzina hevur fingið gerðina afturlønta í ovurmát. Ikki bara felagsskapurin, men hundraðtals av sivilum, sum felagsskapurin brúkar sum skjól.

Krígsins logikkur er óskiljandi, og sjáldan verður kríggið støðgað fyrr enn ein triði partur ella fleiri blanda seg uppí fyri at fáa enda á galskapinum. Vónandi hendir tað skjótt í og rundan um Ísrael.

Í Ukraina er eisini kríggj – har var tað stóra grannalandið eystanfyri, sum leyp á við tí greiðu ætlan at hertaka alt landið. Tað miseydnaðist sum kunnugt, og síðan hava ukrainar roynt at vart land sítt við hjálp úr vesturheiminum.

Samhugin hjá okkum í vesturheiminum hevur greitt ligið hjá ukrainum. Men eisini ukrainar eru – í desperasjón helst – farnir at undir nýggjan taktikk. Nú hava tey valt at fara yvir um markið fyri at leggja russiskt øki undir seg í staðin fyri at miðsavna hermegina um at standa ímóti russisku innrásini.

Vanliga russiska fólkið skal merkja hvat tað er at verða álopið av einum grannalandið, hevur ein grundgeving ljóðað.

Men harvið hevur Ukraina skift status frá at vera tann álopni parturin í krígnum fyri sjálvt at vera áleypari - aggressorur.

Harvið setir Ukraina sínar stuðlar í tvístøðu. Tí vil vesturheimurin stuðla einum landi, ið leypur á og ger innrás í eitt annað land? Tað kunnu vit ikki – ella kunnu vit?


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3961

    Lisnar síður: 13852

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 21. september 2024

Yvir 30 prosent ynskja Beinir til løgmann

Bróðursonurin dregur frá sitandi løgmanni í spurninginum um hvønn veljararnir vilja hava til løgmann eftir komandi val

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er nógv, ið talar fyri, at vit fáa eina borgarliga samgongu eftir komandi løgtingsval. Tað vísti veljarakanningin, sum vit kundu almannakunngera her í blaðnum fyri viku síðani.

Men tað er ikki nógv, sum talar fyri, at tað verður Bárður á Steig Nielsen, sum aftur verður løgmaður.

Deils tí at Fólkaflokkurin stendur til at fáa eina nógv størri framgongd enn Sambandsflokkurin. Og deils tí, at tað ikki eru eins nógvir veljarar nú, sum eru áhugaðir í at fáa Bárð til løgmann.

Størstiparturin av føroysku veljarunum vilja heldur hava unga formannin í Fólkaflokkinum, bróðurson núverandi løgmans, Beinir Johannesen, til løgmann.

Tað vísir úrslitið av veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti í undanfarnu viku.

Nú eru tað næstan 31 prosent av veljarunum, sum svara Beinir Johannesen, tá tey verða spurd um, hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval. Hetta er 5 prosentstig fleiri enn tá vit seinast settu sama spurning.

25,9 prosent ynskja at Aksel V. Johannesen heldur fram eftir komandi val. Tað er ein lítil framgongd í mun til seinastu kanning, men veruleikin er tann, at munurin millum teir báðar eftirkomararnar eftir Vilhelm Johannessen nú er nógv størri, enn hann var í kanningini í mai, tá Beinir ‘yvirhálaði’ farbróðurin.

Hyggja vit eftir undanfarna løgmanni, formanni Sambandsfloksins, so peika 20,9 prosent upp á Bárð á Steig Nielsen nú – 1,7 prosentstig færri enn í mai.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Um vit kava niður og hyggja at hvat veljararnir hjá teimum ymsu flokkunum svara, so er tað serliga áhugavert, veljararnir hjá Miðflokkinum, sum var triði flokkurin í landsstýrissamgonguni seinast, taka Beinir fram um Bárð.

Størsti partur av Miðflokkaveljarunum peika, sum natúrligt er, á egna floksformann sín. Men tað er markant fleiri, sum peika á Beinir (13 prosent) enn Bárð (7 prosent).

Her skal tó gerast vart við, at rættiliga stór óvissa er galdandi, tá hugt verður eftir hvat veljararnir hjá serliga teimum smáu flokkunum halda, tí tá er grundarlagið fyri at gera niðurstøður, rættiliga spinkult.

Og so skal eisini sigast, at tað ikki eru veljararnir, sum velja løgmann. Tað er nývalda løgtingið, men í praksis er tað eitt úrslit av teimum samgongusamráðingum, sum eru eftir hvørt val.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

3
Leygardagur 21. september 2024

Bert Djóni klárar seg yvir miðal

Tey landsstýrisfólkini, sum veljararnir geva vánaligast ummæli eru Dennis Holm og Ruth Vang, vísir nýggjasta veljarakanningin

Ingilín Strøm og Djóni N. Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gongur afturá við umdøminum hjá sitandi landsstýrisfólkunum, nú valskeiðið skjótt er hálvrunnið.

Spyr-kanningin, sum varð gjørd fyri BlaðiðVikuskifti í síðstu viku spurdi eisini hvat fólk halda um sitandi landsstýrisfólk.

Møguleiki er at geva landsstýrisfólkunum ummæli 1 (sera illa) til 5 (sera væl). Miðalummælið hjá landsstýrinum samlað liggur um 2,5, og tað er eitt vet verri enn á teimum báðum undanfarnu veljarakanningunum, har spurningurin eisini er settur.

Bert eitt av landsstýrisfólkunum verður mett at klára seg oman fyri miðal nú.

Tað er Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum, sum fær ummælið 3,06, eitt vet oman fyri miðal, og hann er eisini einasti landsstýrismaður, sum gongur fram í mun til undanfarnu kanning av sama slag.

Ruth missir mest

Landsstyrismaðurin, ið fær vánaligast ummæli, er Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslu- og fiskivinnumálum. Hann er mettur til 2,06.

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, klárar seg eitt lítið sindur betur, hon fær ummælið 2,14, og hon er sostatt eisini tann í landsstýrinum, sum missir mest umdømi í mun til undanfarnu kanning, tá hon lá á 2,4. Hyggja vit eitt sindur longur niður í tølini, so síggja vit, at tað eru heili 40 prosent av teimum spurdu, sum halda, at fíggjarmálaráðkvinnan hevur klárað seg sera illa.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, fær eisini minkandi undirtøku, tá veljararnir verða spurdir um hvussu tey halda, at hon hevur klárað seg. Seinast fekk hon ummælið 2,5 – nú er hon rapað niður á 2,29, 34 prosent av teimum spurdu halda at hon hevur klárað seg ‘sera illa’.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almannamálum, ganga eisini aftur við runt roknað 0,1 í mun til seinastu kanning.

Ummælið hjá løgmanni er 2,74 meðan Sirið Steenberg sum tann, ið klárar seg næstbest, fær 2,86.

Loksins er tað Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, og Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, sum standa óbroytt í mun til seinastu kanning. Tey fáa ávikavist ummælið 2,50 og 2,79.

Egnir veljarar álit á løgmanni

Um vit nú bara hyggja eftir veljarunum hjá samgonguflokkunum, so víkir metingin av landsstýrisfólkunum frá tey samlaðu metunum.

Veljararnir hjá samgonguni halda, at tað er løgmaður, sum klárar seg allarbest – hann fær karakterin 3,6. Honum á baki koma Bjarni K. Petersen (3,57), Sirið Steenberg (3,42), Djóni N. Joensen 3,28, Høgni Hoydal 3,23, Margit Stórá 3,12 og Ingilín D. Strøm 3,07.

Og so eru tvey landsstýrisfólk, sum sambært ‘egnum veljarum’ hava klárað seg undir miðal, Ruth Vang 2,63 og Dennis Holm 2,58.

Veljararnir hjá andstøðuni, harafturímóti og kanska ikki so óvæntað, halda at øll hava klárað seg undir miðal. Her minnir raðfylgjan um ta, sum samlaða úrslitið vísir, frá Djóna N. Joensen (2,95), ið klárar seg best, til Dennis Holm í hinum endanum við 1,72 í ummæli.

Veljararnir í Tórshavnar kommunu halda bara ein í landsstýrinum hava klárað seg yvir miðal, tað er Barni K. Petersen við 3,09, meðan veljararnir uttan fyri Havnina eisini bert hava ein, sum tey geva yvir 3 í meðal, og tað er Djóni N. Joensen við 3,13.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2024

4 Leygardagur 21. september 2024

Fólkaflokkurin tekur atkvøður frá Tjóðveldi

Sambært seinastu veljarakanning er Tjóðveldi í somu veljarakreppu sum miðskeiðis í nítiárunum, áðrenn Høgni Hoydal tók yvir sum formaður

Høgni Hoydal, floksformaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein tann mest óvæntaða ábendingin, sum var at síggja í veljarakanningini, sum varð løgd fram í BlaðnumVikuskifti leygardagin, er ikki bara framgongdin hjá Fólkaflokkinum, men í størri mun, kanska, afturgongdin hjá Tjóðveldi.

Tjóðveldi fær nú undirtøku frá 13 prosentum av veljarunum, sum gevur fýra fólk á ting. Hetta er eins vánaligt, sum tá flokkurin var í størstu kreppu í nítiárunum. Til løgtingsvalini í 1990 og 1994 hevði flokkurin eisini undirtøku frá undir 15 prosentum, sum gav fýra fólk á ting. Á eftirfylgjandi løgtingsvali – í 1998 – stillaði núverandi formaðurin, Høgni Hoydal, upp, og flokkurin fekk besta úrslit síðan 1958 og tvífaldaði tingfólkatalið.

Nú 26 ár seinni, liggur flokkurin á sama støði, sum tá formaðurin tók avgerð um at fara upp í politikk.

Búnaðarfólk venda flokkinum bakið

Vit hava kagað eitt sindur niður í tølini frá spyr.fo og kunnu staðfesta, at Tjóðveldi missir atkvøðurnar til Fólkaflokkin.

Fleiri persónar hava gjørt okkum varugar við, síðan veljarakanningin varð almannakunngjørd, at frágreiðingin til afturgongdina hjá Tjóðveldi skal finnast lógini um burðardygga ferðavinnu, sum samgongan samtykti saman við parti av Sambandsflokkinum hóast ógvuslig mótmæli frá búnaðar og óðalsfólkum.

Tað eru hesi fólk, sum nú hava vent Tjóðveldi bakið, og helst eru farin yvir í Fólkaflokkin, verður sagt.

Varðveitir 69 prossent av veljarunum

Matrisan yvir flytingar í seinastu veljarakanning vísir, at av teimum, sum valdu Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali, so eru tað 69 prosent, sum siga seg aftur fara at velja Tjóðveldið. Hetta er ikki so øðrvísi enn kanningarnar frammanundan.

Men tað, sum er øðrvísi er, at av tjóðveldisveljarunum frá seinast, eru tað 11 prosent, sum nú velja Fólkaflokkin og 10 prosent sum siga seg ikki vita hvat tey fara at velja.

Á teimum báðum undanfarnu kanningunum eru hesi tølini ávikavist 6 og 9 prossent í mai og 7 og 10 prosent í februar.

Javnaðarflokkurin stendur eisini til afturgongd í mun til seinasta løgtingsval, og hyggja vit at flytingunum, so síggja vit, at einans 58 prosent av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum, siga seg velja flokkin aftur um val var nú.

7 prosent velja ístaðin Fólkaflokkin og onnur 7 prosent Sambandsflokkin, meðan tað eru heili 21 prossent av javnaðarveljarunum, meira enn 5. hvør, sum sigur seg ikki vita, hvar krossurin skal setast nú.

Javnaðarflokkurin stendur til at eiga størsta missin av veljarum í teimum seinastu trimum kanningunum. Tað var í kanningini í februar mánaði, tá flokkurin hevði eina rættiliga stóra afturgongd í mun til kanningina frammanundan. Tá misti flokkurin heili 17 prosent yvir til Sambandsflokkurin, sum til hesa kanningina stóð til eina framgongd, og gjørdist størsti flokkur.

Aftur til nýggjastu kanningina. Sambandsflokkurin varðveitir tríggjar fjórðingar – 75 prosent – av sínum veljarum. 7 prosent fara til Fólkaflokkin, og 8 prosent vita ikki.

Hjá Fólkaflokkurin, sum stendur til stóra framgongd, eru tað 80 prosent av veljarunum seinast, sum aftur velja flokkin nú, men 7 prosent siga seg tó fara yvir til Javnaðarflokkin, so millum teir báðar flokkarnar tykjast atkvøðurnar at vera ‘clearaðar’.

Vit fara ikki at kava niður í flytingarnar hjá teimum smáu flokkunum, tí her eru tølini smærri og óvissan so mikið størri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

5

Størv

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024
6 Leygardagur 21. september 2024

GroAqua er ársins virki 2024

Framfýsni og dugnasemi, sum fyritøkan hevur víst í verki saman við einum vilja til vøkstur bæði heima í Føroyum og uttan fyri landoddarnar, er millum annað orsøkin

(Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á ársins Vinnudegi, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, varð GroAqua kosið sum Ársins Virki 2024.

Føroysk veitaravinna hevur gott orð á sær. Bæði her heima – men sanniliga eisini úti í heimi. Sjógvurin og havið hevur ofta verið grundarlagið undir vøkstrinum.

Men hví er okkara umdømi so gott?

Tað er tí, at føroyingar eru dugnaligir at loysa tær uppgávur, teimum verður latið upp í hendur. Hugburðurin er eisini tann rætti. Vit vilja. Stinga trupulleikar ella avbjóðingar seg upp – so er hugburðurin, at vit skulu royna at loysa tað herheima. Er tørvur á at avgreiða eina uppgávu her og nú, so ber ikki til at seta seg aftur á at bíða eftir serútgerð ella servitan, sum einans finnast í øðrum pørtum av heiminum. Í Føroyum mugu vit kýta okkum fyri at loysa átrokandi avbjóðingar. Og hetta sæst aftur. Nógvar føroyskar fyritøkur hava vitan og førleikar á nógvum ymiskum økjum – ofta eisini langt uttan fyri kjarnuvirksemið hjá fyritøkuni.

Ein styrki hjá føroyskum fyritøkum er, at tær eru fleksiblar og smidligar. At vera fleksibul og smidlig hevur altíð verið avgerandi í einum lítlum samfelagi, har starvsfólkini ofta mugu hava ymiskar førleikar og vera før fyri at taka sær av ymiskum uppgávum. Av somu orsøk eru nógvar fyritøkur í Føroyum vaksnar og mentar til at loysa alskyns aðrar uppgávur, enn tær upprunaliga høvdu. Uppgávur, sum als ikki vóru upprunaliga kjanuvirksemið hjá fyritøkuni.

Men soleiðis er ikki hjá Ársins Virki 2024. Og tó. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi fyri góðari hálvari øld síðani, og bjóðaði seg fram at loysa ymiskar uppgávur. Í mong ár var felagið ein siðbundin lokalfyritøka, sum við árunum mentist til eina føroyska multi fyritøku, sum við sera breiðari og fjølbroyttari vitan bjóðaði seg fram at loysa fjølbroyttar uppgávur.

Men so hendi nakað. Nú skuldi vøksturin tryggjast við einari nýggjari kós. Heldur enn at vaksa um sín serkunnleika á nógvum økjum, valdi fyritøkan í 2018 at seta eina nýggja og meira fokuseraða kós. Og skuldi virksemi vaksa, so skuldi tað einans gerast innan fyri nýggja fokusøkið. Sostatt fór fyritøkan frá at at veita alla hugsandi tænastur innan serliga elektronikk, til veruliga at hugsavna seg um eitt kjarnuøki, nevniliga at veita, menna og framleiða tøkniliga útgerð og loysnir til alivinnuna.

Hóast fyrsta tíðin var avbjóðandi, eftir at felagið flutti seg frá siðbundnu uppgávunum, sum í høvuðsheitum vóru el-uppgávur, til einans at hugsavna seg um tøkniligu uppgávurnar innan alivinnuna, ber til at staðfesta, at nýggja kósin var røtt, og nýggja fokusið gott.

Úrslitini eru vorðin støðugt betri seinastu seks árini, og hóast fyritøkan framvegis er væl gróðursett í nærumhvørvinum, og hóast føroysku kundarnir framvegis eru av stórum týdningi, er ongin ivi um, at fyritøkan hevur ment seg nógv, og er vaksin langt út um føroysku landoddarnir. Fyritøkan hevur í dag deildir og dótturfeløg í Danmark, Noregi, Skotlandi og Polandi. Í dag arbeiða áleið 100 fólk í fyritøkuni, harav næstan helvtin í Føroyum.

Eisini kundarnir uttanlands hava tikið tøknina frá felagnum til sín. Sølan til útlendskar kundar er vaksin støðugt seinastu árini, og í 2023 vóru heili 76 prosent av søluni uttan fyri Føroyar.

Ársins virki 2024 er eisini tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið. Felagið var partur av felags átakinum Burðardygt Vinnulív, og hevur sett greið mál fyri at minka útlátið og økt fokus er á burðardygga menning. Hartil hevur felagið serliga lagt seg eftir at loysnirnar, ið felagið veitir sínum kundum eru burðardyggar og á tann hátt eisini stuðlar vinnuni at røkka burðardyggum málum.

Í dag veitir fyritøkan hátøkniligar vørur til alivinnuna, ið serliga eru framleiddar til harðbalin viðurskifti, eitt nú fóðurflakar, fóðurskipanir, KT skipanir, undirvatns kamera, undirvatns ljós, sensorar og kaðlar.

Dómsnevndin hevur í grundgevingini fyri at velja júst hesa fyritøkuna til Ársins Virki 2024 lagt dent á stóra framfýsni og dugnasemi, sum fyritøkan hevur víst í verki saman við einum vilja til vøkstur bæði heima í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Harumframt hevur dómsnevndin eisini lagt dent á, at fyritøkan seinastu árini hevur havt støðug fíggjarlig úrslit, sum í høvuðsheitum eru vorðin betri ár fyri ár.

Við støði í hesum hevur ein samd dómsnevnd valt GroAqua sum Ársins Virki 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

7 Leygardagur 21. september 2024

Spírar og Sporar gjørdist ársins Vinnuátak 2024

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, varð ársins Vinnuátak kosið. Ein samd dómsnevnd hevur í ár valt at geva heiðurin til Spírar og Sporar

(Mynd: Spírar & Sporar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein samd dómsnevnd valdi fyri løtu síðan at geva Spírar og Sporar heiðurin sum Ársins Átak 2024.

Tað varð gjørt á Vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár.

[object Object]
Magnus F. Magnusson frá Spírar og Sporar tekur ímóti heiðrinum frá Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og Jón Sigurdson, formanni í Arbeiðsgevarafelagnum (Mynd: Industry.fo)

- Ársins átak 2024 er seinastu tvey árini við hjálp av aldargamla framleiðsluháttinum væturøkt, eisini kent sum hydroponics, farið undir at framleiða alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum so sum salat av ymsikum slag, batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu. Í Føroyum – heilt uttan eiturevnir. Hartil verður virksemið víðkað, og í komandi ári verður fari undir at framleiða millum annað soppar.

- Við nógvari menning og nútímans tøkni, er væturøkt vorðin ein alsamt veksandi og týðandi partur av matvøruframleiðsluni kring heimin – og nú eisini í Føroyum! Væturøkt er ein háttur at dyrka plantur uttan mold, og hátturin brúkar umleið 80-90 prosent minni vatn enn siðbundin landbúnaðarframleiðsla við mold. Hartil ger hydroponics tað møguligt at dyrka nógv meira og skjótari grøði á einum lítlum øki samanborið við vanligan landbúnað.

- Og møguleikarnir eru nógvir, um vindur veruliga kemur í seglini. Á hendan hátt ber til at dyrka alskyns blómur, ber og røtur uttan í mun til veður og vind, sum vit jú í Føroyum jú altíð mugu hava atlit til. Dreymurin aftanfyri átakið er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti sum tørvur er á í Føroyum, skal verða framleitt í Føroyum - heilt uttan eiturevni, sigur dómsnevndin.

[object Object]
(Mynd: Spírar & Sporar)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

8 Leygardagur 21. september 2024

Føroyingar ynskja Kamalu til forseta

Undirtøkan fyri Harris er stór í Føroyum - men ikki millum tey, ið velja Fólkaflokkin og Miðflokkin

Forsetavalevnini heilsast undir sjónvarpaða orðaskiftinum í farnu viku (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

60 prosent av Føroya fólki høvdu sett kross við demokratiska forsetavalevnið, Kamelu Harris, um tey høvdu havt møguleika at atkvøða til amerikanska forsetavalið 5. november.

Republikanska forsetavalevnið, fyrrverandi forsetin, Donald Trump, fær undirtøku frá 19 prosentum av føroysku veljarunum.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti í síðstu viku. 500 veljarar fingu spurningin seinasta mikukvøld, tað var dagin eftir, at Trump og Harris møttust í nógv umrøddum sjónvarpskjaki – møguliga tað einasta, sum verður teirra millum undir hesum forsetavalstríðnum.

21 prosent av teimum spurdu hava onga meining um amerikanska forsetavalið, og hava tí ikki svarað spurninginum.

Undirtøkan fyri Trump størri nú enn í 2020

Fyri fýra árum, tá Donald Trump og Joe Biden vóru í stríði um at gerast amerikanskur forseti, settu vit eisini sama spurning.

Úrslitið var kunngjørt í allarfyrstu útgávuni av BlaðnumVikuskifti, sum kom út leygardagin 17. oktober 2020. Spurningarnir vórðu settir tríggjar vikur undan sjálvum forsetavalinum, sum tá var 3. november.

Tá var úrslitið, at 50,3 prosent høvdu valt Joe Biden, 17,5 prosent høvdu sett krossin við Donald Trump, og heili 32,2 prosent vistu ikki ella høvdu onga meining um amerikanska forssetavalið.

Í ár hava vit sett føroysku veljarunum spurningin sjey vikur undan forsetavalinum. Úrslitið vísir, at demokratiska forsetavalevnið hevur væl størri undirtøku hesaferð, meðan Donald Trump hevur eitt sindur størri undirtøku enn fyri fýra árum síðani, meðan tað eru nógv færri, sum ivast hesaferð.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Miðflokka- og fólkafloksveljarar ynskja Trump

Nýggjasta kanningin hjá Spyr.fo vísir, at Donald Trump hevur størst undirtøku millum tey, ið velja Miðflokkin. Heili 65 prosent av miðflokkaveljarin høvdu valt Donald Trump. Her skal sigast, at tølini, serliga hjá teimum smáu flokkunum, skulu takast við størsta fyrivarni, tí her er óvissan rættiliga høg.

Eisini millum fólkafloksveljarar eru fleiri Trump-stuðlar enn Harris-stuðlar. Veljararnir í hinum flokkunum hella til Kamelu Harris. Størstu undirtøkuna síggja vit millum veljararnar hjá núverandi samgonguflokkunum, sum samstundis eisini eru tey, har Trump fær allar minstu undirtøku.

Sostatt eru tað 87 prosent av veljarunum hjá núverandi samgonguni, sum høvdu valt Kamelu Harris og 5 prosent Trump. Meðan býtið millum núverandi andstøðuveljararnar er 40 prosent til Harris og 32 prosent Trump.

Kanningin vísir eisini, at Kamala Harris er betri umtókt millum veljararnar í Havn enn úti á bygd, og øvugt viðvíkjandi Trump, at menn í nógv størri mun enn kvinnur dáma Donald Trump, og at Trump er munandi meira vældámdur millum teir yngru veljararnar (18-44 ár) enn millum teir eldru veljararnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

9 Leygardagur 21. september 2024

Halda fast um at skerja ríkisveitingina

Búskaparvøksturin verður mettur at vera 3,3 prosent, og tað er langt frá einum negativum búskaparvøkstri. Tí er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina, sigur løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Grundarlag er ikki fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina við 25 milliónum árliga.

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum.

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn frá desember 2022, vórðu flokkarnir samdir um lagaliga lækking við 25 milliónum árliga. Fyrivarni var tó tiki við, at um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoða.

- Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing væntar eina minking av búskaparvøkstrinum í 2025, so tey vænta ein vøkstur á 3,3 prosent. Men talan er ikki um negativan búskaparvøkstur, sigur løgmaður.

- Neyðugt er at taka ávís fyrivarni fyri metingarnar, tí stór óvissa er um metingarnar um búskapargongdina fram í tíð. Til dømis metti Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing fyrr í ár, at vøksturin bert fór at verða 2,8 prosent í 2025. Tískil hevur Búskaparráðið hækkað metingina í seinastu frágreiðing við einum hálvum prosentstigi. 

- Við einum mettum búskaparvøkstri á 3,3 prosent, sum liggur langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, men um støðan broytist og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað, skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

10 Leygardagur 21. september 2024

Kaj Leo í farloyvi fram til desember

Sambandsflokkurin boðar frá, at Jaspur Langgaard hevur tikið sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jespur Langgaard hevur nú tikið sæti á Løgtingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur biðið um farloyvi frá 16. september til 15. desember, boðar Sambandsflokkurin frá.

Tingmaðurin hevur autoimmunu sjúkuna CIDP, sum ger, at hann hevur trupult við at ganga, og orsøkin til, at hann nú hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum er, at hann skal til viðgerð og uppafturvenjing í Danmark, sigur hann við in.fo.

[object Object]
Jaspur Langgaard hevur tikið sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen. Á seinasta løgtingsvali gjørdist Jaspur Langgaard nummar átta á listanum hjá Sambandsflokkinum við 256 persónligum atkvøðum (Savnsmynd)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

11 Leygardagur 21. september 2024

Merkið í húnar hátt í Washington D.C.

Merkið varð í vikuni vundið í húnar hátt uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sendistova Føroya í Washington D.C. er latin upp og farin undir sítt virkisemi, og Merkið varð mánadagin vundið í húnar hátt uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum.

- Samstarvið við USA hevur høga ragfesting fyri landsstýrið, og stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Washington D.C. endurspeglar greiða ynskið at styrkja bondini landanna millum enn meir, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal.

Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya til Washington.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

12 Leygardagur 21. september 2024

Williams slips sveimandi í vektloysi

Verður handað familjuni hjá William Heinesen aftur týsdagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í sambandi við, at Andreas Mogensen, danski astronauturin vitjar í Føroyum í komandi viku, hevur hann tveir serligar gripir við sær, sum hann hevði við sær á drúgvu ferðini úti á altjóða rúmdarstøðini.

Á einum tiltaki, sum verður í Glasi týsdagin fer Andras Mogensen at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær, og sum kundi síggjast í bakgrundini, tá Andreas tosaði við jørðina umvegis videouppkall.

Seinni tann dagin fer hann á vitjan í Williamshúsi undir Varða í Havn, har hann fer at handa abbadóttir Williams, Elisu Heinesen, serliga slipsið hjá mæta skaldinum, sum Andreas hevði við sær á ferðini. Tað var Marjun Horsdal, sum í síni tíð virkaði slipsið hjá Williami Heinesen.

Á myndunum sæst serliga slipsið hjá Williami sveimandi í vektloysi umborð á rumdarstøðini við bláu jørðini í bakgrundini.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

13 Leygardagur 21. september 2024

Evnisdagur um møguleikar í rúmdini

Andreas Mogensen, rúmdarmaður, verður høvuðsrøðari á spennadi tiltaki á Føroya Tele mánadagin

Andreas Mogensen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin 23. september verður skipað fyri einum serligum tiltaki um rúmdina og framtíðar møguleikar í rúmdini.

Tað er Føroya Tele, sum skipar fyri almenna tiltakinum, har møguleiki verður at hoyra hvussu Føroyar kunnu gagnnýta rúmdina, tá tað ræður um innovasjón, framburð og fylgisveinagrundaðar tænastur framtíðini.

Teir, ið fara at halda fyrilestrar eru Andreas Mogensen ESA-astronautur, Per Lundahl, høvuðsráðgevi á DTU Space og føroyingurin David Arge Klevang, lektari á DTU Space.

Tiltakið byrjar klokkan 14 henda dagin við at Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri á Føroya Tele bjóðar vælkomin.

Eftir tað fer Per Lundahl Thomsen at halda fyrilestur við heitinum ‘Fylgisveinar og infraskipan í rúmdini. Hann fer at tosa um avgerandi týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini.

Næsti fyrilesturin eitur ‘Leikluturin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavinum og Arktis’, og tað verður við føroyinginum David Arge Klevang. Hann tosar um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.

[object Object]David Arge Klevang (Savnsmynd)

Eftir ein støðg kemur túrurin til rúmdarmannin Andreas Mogensen. Hann fer at greiða frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning. 

Tiltakið er alment og ókeypis. Men tað er avmarkað hvussu nógv kunnu vera við, og tí er neyðugt við tilmelding.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

14 Leygardagur 21. september 2024

Sama skattaprosent í Havn næsta ár

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er 19 prosent og barnafrádrátturin níggjutúsund krónur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2025 varð løgd fram á býráðsfundi hóskvøldið. Samanumtikið er fíggjarstøðan hjá kommununi góð.

Sambært kommunustýrislógini skal uppskot um fíggjarætlan leggjast fyri býráð í seinasta lagi 1. oktober. Uppskot til fíggjarætlan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu og barnafrádrátturin komandi ár verða tað sama sum í ár. Skattaprosentið er 19 prosent og barnafrádrátturin 9.000 krónur. 241 milliónir krónur eru til íløgur í 2025.

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið við 11 prosentum árini 2017 til 2023. Til samanberingar vaks fólkatalið í Føroyum við níggju prosentum sama tíðarskeið. Hetta merkir sjálvandi, at kommunan fær fleiri inntøkur, men tað merkir eisini, at kommunan fær fleiri skyldur og útreiðslur til vælferðartænastur.

Fleiri nýggir sáttmálar eru gjørdir á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt hevur landsstýrið givið ávísum starvsfólkabólkum lønarlyft. Tað hevur ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununi.

So hóast skattainntøkurnar veksa, so veksa rakstrarútreiðslurnar eisini orsaka av lønarhækkingum og lønarlyftinum.

Lønarlyftið kostar Tórshavnar kommunu 14 milliónir krónur longu í ár. Hetta var ikki við í upprunaligu fíggjarætlanini, og tí má hetta fíggjast við einari eykajáttan.

Nýggjar íløgur verða eisini raðfestar í fíggjarætlanini 2025 samstundis, sum aðrar verkætlanir eru komnar undir land.

Dagstovnurin á Hamrinum verður liðugur komandi ár. Langhylurin verður liðugur nú í oktobur, hádeildin í Sankta Frans Skúla er tikin í nýtslu.

Fimleika- og borgarahúsið í Kaldbak er skjótt klárt at taka í nýtslu. Stórhøllin Við Tjarnir verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og eisini líður væl við nýggja innkomuvegnum.

Harumframt ger kommunan útstykkingar til bæði bústaðar og vinnuendamál.

Bústaðarútstykkingar verða gjørdar oman fyri Argjahamar, og eisini verða bústaðarútstykkingar gjørdar við Stórutjørn. Vinnuútstykkingar eru gjørdar á Ovara Hjalla.

So samanumtikið verða íløgur gjørdar á flest øllum økjum fyri at gagna borgarum og vinnu.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

15 Leygardagur 21. september 2024

Føroyar varðveita somu kredittmeting

Triðhægst á stiganum hjá Moody's, sum hevur havt umboð í Føroyum. Afturgjaldsevnini hjá landskassanum og Danmark hjálpa - avbjóðingin er serliga einstáttaður búskapur

Føroyar hava eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður broytt
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í juni 2024 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Fríggjadagin 6. september gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Ratingin á Aa2 er samansett av tveimum:

1) eini grundleggjandi kredittmeting (Baseline Credit Assessment - BCA) sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.

Í hesi nýggjastu kredittmetingini frá Moody’s metir Moody’s, at afturgjaldevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri og tí er grundleggjandi kredittmetingin (BCA) hækkað við einum stigi, frá a1 til aa3. Orsøkin sigur Moody’s millum annað vera, at landskassin í fleiri fylgjandi ár hevur havt nærum javnvág á landsroknskapinum og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

Samlaða kredittmetingin er tó hin sama: Aa2 við støðugum útlitum.

Støðug útlit verður givið, tí Moody’s millum annað væntar, at búskaparligi politikkurin framhaldandi vil stuðla undir búskaparligum støðufesti og at landskassans gjaldføri framhaldandi er gott.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 millum annað at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði, at Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldføri á 3,7 mia. kr.), sum ger landskasan mótstøðuføran í búskaparligari afturgongd og móti búskaparligum stoytum, og at Skuldin er lutfalsliga lítil

Avbjóðingarnar eru serliga erinstáttaður búskapur og høgan íløgutørv, tí fólkatalið veksur-

Føroyar hevur sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður broytt.

Tað sum kann gera ratingina betri er góð fíggjarlig úrslit hjá landskassanum saman við enn betri gjaldføri og eini luftalsligari lítlari skuld, ella at búskapurin verður meira fjøltáttaður.

Tað sum kann gera ratingina verri er, um skuldin veksur munandi, um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað, um óvæntaður stoytur rakar fiskivinnuna/alivinnuna og um sambandið við Danmark viknar. 

ESG-rating

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:

  • Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. (Environment)
  • Sosialt umhvørvi, sosialir spenningar, til dømis um, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki verður fíggjað (Social)
  • Stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar. (Governance)

Karakterskalin gongur frá 1 (best) til 5 (vánaligast). Føroyar fáa karakterirnar 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin.

ESG ratingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu ratingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

16 Leygardagur 21. september 2024

Føroyski búskapurin framvegis í framgongd

Búskaparráðið metir vøksturin í BTÚ at vera 4,7 prosent fyri 2024. Starvsfólkatalið og lønargjaldingar eru hækkandi

Búskaparráðið hevur gjørt eina dagførda meting av vøkstrinum í BTÚ fyri í fjør, fyri í ár og fyri næsta ár.
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í sambandi við heystfrágreiðina hjá Búskaparráðnum, sum varð løgd fram fyrst í mánaðinum, varð aftur ávarað um millum annað haldføri í føroyska búskapin. Harvið var nógv kjak um fíggjarstýring hjá landsstýrinum og annað.  

Landsbanki Føroya staðfestir tó í skrivi, at búskapurin í sjálvum sær framvegis er í vøkstri.

Búskaparráðið hevur gjørt eina dagførda meting av vøkstrinum í bruttotjóðarúrttøku (BTÚ) fyri árini 2023 – 2025: Fyri í fjør fjør, fyri í ár og fyri næsta ár.

Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6 prosent í 2023, verður 4,7 prosent í ár og 3,3 prosent í 2025 í leypandi prísum.

Í krónum er BTÚ í 2023 mett at vera 26,6 milliardir krónur í 2023, 27,8 milliardir krónur í 2024 og 28.7 milliardir krónur.

Talva 1 BTÚ og BTÚ vøkstur í leypandi prísum


Talva: landsbankin.fo

Onnur lyklatøl vísa eisini vøkstur. Starvsfólkatalið (fyrr lønmótakarar) er vaksið seinastu nógvu árini og vaks eitt prosent í tíðarskeiðinum juli 2023 til juni 2024, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini vaks enn skjótari - við 9 porsentum

- Eisini lønargjaldingarnar eru vaksnar munandi seinastu árini, sí talvu 2. Orsøkin kann vera hækkingar í tímalønini og hækkandi tal av starvsfólkum. Hækkandi lønargjaldingarnar kunnu eisini verða eitt tekin um, at starvsfólk arbeiða fleiri tímar. Eitt nú kann hækkaða kostnaðarstøðið hava ført við sær, at fólk eru farin at arbeiða fleiri tímar, ella átaka sær fleiri størv, skrivar landsbankin.fo

Talva 2 Arbeiðsmarknaðarhagtøl

Talva: landsbankin.fo

Les alla heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

17 Leygardagur 21. september 2024

Handilsjavnin stór yvirskot

Tað var eina og eina hálva milliard í summar - yvir tvær milliardir um skip og flogfør ikki telja við

(Mynd: Landsbanki Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Handilsjavnin av vørum hevur havt stór yvirskot seinanstu nógvu árini, og var yvirskotið 1,5 milliardir krónur í juni 2024 - 2,3 milliardir um skip og flogfør ikki telja við.

Myndin niðanfyri vísir uttanlandshandilin av vørum sum leypandi 12-mánaðar samanlegging. Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin var 1,5 mia. kr. í juni 2024, meðan hann uttan skip og flogfør var 2,3 milliardir krónur.

Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi í bæði nøgd og virði. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og fyrstu mánaðirnar av 2024.

Útlitini fyri útflutningin í 2024 eru millum annað merkt av øktari svartkjaftakvotu og høgum laksaprísum. Útflutningurin av sild, makreli og toski fellur væntandi vegna fallandi kvotum. Størsta broytingin í metingunum fyri 2024 samanborið við 2023 er, at útflutningurin av mjøli  og lýsi væntandi fellur, tí makrelur verður framleiddur til matna, heldur enn at verða landaður sum ídnaðarfiskur.

Fyrra hálvár í ár er innflutningsvirðið minkað góð 14 prosent, ið svarar til eina minking á 852 milliónir krónur. Minkingin var góð 12 prosent áðrenn verkfallið byrjaði, tí er tað er ikki verkfallið, sum drívur minkingina, men í høvuðsheitum bíligari innflutningsvirði á brennievni og ein lækking av innfluttum skipum.

Útflutningurin er somuleiðis minkaður, men ikki eins nógv sum innflutningurin, og tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum (juni 2024).

Mynd 1 Handilsjavnin, vørur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

18 Leygardagur 21. september 2024

Húsaprísirnir hækka hóast høga rentu

Miðalprísurin fyri eini hús í Havn var 4 milliónir fyrra hálvár í ár – 2,1 milliónir uttan fyri Havnina

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast útlánsrentan hækkaði í 2022 og 2023, eru miðal bústaðarprísirnir í dag hægri enn í 2022, skrivar Betri Banki í eini fráboðan.

Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá útlánsrentan hækkar, og fólk hava færri pengar um hendi. Men tað vísir seg, at hóast útlánsrentan er hækkað, kvinka prísirnir framhaldandi uppeftir.

Gongdin bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi hægri enn útboðið.

Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4 milliónir krónur. Tað er ein hækking á 6 prosent samanborið við árið í fjør, tá miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur.

Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum var 2,1 milliónir krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 2 milliónir krónur fyri árið í fjør. Tað er ein hækking á 5 prosent. 

- Eftirspurningurin eftir bústøðum er vaksandi, og er framvegis munandi hægri enn útboðið – bæði eftir íbúðum, nýggjum og eldri húsum. Vit hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Eftir at evropeiski miðbankin hevur lækkað sína rentu, hava føroysku peningastovnarnir boðað frá rentulækkingum eisini.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

19 Leygardagur 21. september 2024

Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra hálvár

Hóast BetriTrygging rindaði nógv meira út í skaðaendurgjaldi, m.a. orsaka av ódnini síðst í januar, enn tað kom inn í tryggingargjøldum, var avlop fyrra hálvár. Íløgurnar góvu óvanliga gott avkast

Ógvusliga ódnin síðst í januar sæst aftur á hálvársroknskapinum hjá Betri Trygging. Myndin er tikin av Húsum (Mynd: Jákup Samson)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri Trygging rindaði kundunum 254 milliónir krónur út í skaðaendurgjøldum fyrra hálvár í ár. Tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør. Orsøkin er partvís ódnin í januar – og so fleiri álvarsamar skaðahendingar á vinnuøkinum

- Hóast vit hava eitt samlað yvirskot, so gav tryggingarvirksemið hall fyrsta hálvár í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

- Soleiðis er tryggingarvirksemið. Nøkur ár, tá ið fáir skaðar eru, er yvirskotið stórt. Onnur ár, tá ið nógvir skaðar eru, er hall. Og í góðu árunum mugu vit tryggja okkum, at vit megna at standa ímóti tey árini, tá ið stóru skaðarnir raka – sum teir gera í ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

- Men nú síggja vit av álvara tað virðið, sum Betri Trygging hevur fyri kundarnar. Hetta hálvárið er virðið 254 milliónir krónur, sum kundarnir hava fingið í endurgjaldi.

Fyrru helvt av 2024 fekk Betri Trygging knapt 7.500 skaðafráboðanir. Bara ódnin í januar elvdi til omanfyri 1.500 skaðar. Hartil hava fleiri álvarsamir skaðar rakt á vinnuøkinum.

- Tryggingarvirksemið snýr seg um, at slíkt, sum vit vóna ikki fer at henda, tíverri kortini hendir viðhvørt. Og hóast vit ikki kunnu gera alt upp í pengum, ja, so ger tað kortini mun at fáa eitt endurgjald, tá ið illa vil til. Tað lættir um, so fíggjarligi smeiturin ikki verður eins stórur, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

Íløgurnar geva gott avkast

Hóast Betri trygging hevur rindað meiri í tryggingargjøldum og til at reka felagið enn tikið er inn í tryggingargjøldum, vísir hálvársroknskapurin kortini eitt yvirskot á 22 milliónir krónur.

Orsøkin er, at íløgurnar hava givið sera gott avkast – tað besta í fimm ár.

- Tá ið tað kemur til virksemið annars, kann nevnast, at úrvalið av tryggingum og tilvalum er økt munandi seinnu árini, og fólk tryggja seg væl og raðfesta tryggleika, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Eisini hevur talgilda skipanin ”Mín Trygging” fingið góða undirtøku, nú tað í størri mun ber til at tekna og broyta tryggingar – og at melda skaðar inn.

- Betri Trygging er eitt sterkt felag, og álitið á felagið er stórt. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at samhaldsfasta skipanin, sum tryggingin er, fungerar sum hon skal, og hon hevur av álvara prógvað sítt virði fyri kundarnar hetta fyrra hálvárið 2024, sigur Ingunn Eiriksdóttir.



2024

2023

Úrslit eftir skatt

22 mió.kr.

51 mió.kr.

Tryggingarinntøkur

269 mió.kr.

247 mió.kr.

Skaðaendurgjøld tilsamans

254 mió.kr.

153 mió.kr.

Tal á skaðafráboðanum

7.459

7.149

Solvensdekningur

265%

320%

Á leinkinum herundir kanst tú uppfríska hvat hendi undir storminum síðst í januar mánaði í ár. Á leinkinum herundir er live-frásøgnin frá vindharða degnum við fleiri myndum, sum m.a. komu inn frá lesarum.

Beinleiðis: Tað ringasta farið framvið 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

20 Leygardagur 21. september 2024

Negativt úrslit hjá Knassum merkt av niðurskrivingum

Sølan var á leið tann sama og raksturin gav avlop, men virðið á kt-skipanunum í felagnum er niðurskrivað til 0 krónur. Tað hevur við sær eitt hall uppá 1,6 mió kr

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir tvey ár við hampiligum avlopi á botnlinjuni hevur Spf. Knassar, sum rekur Portalin, í ár hall.

Rakstrarúrslitið vísir 130.618 krónur í avlopi, men eftir stóru av- og niðurskrivingarnar og fíggjarligar kostnaðir vísir ársúrslitið eitt hall uppá 1,6 milliónir krónur.

Negativa úrslitið er merkt av at felagið í samráð við grannskoðanina, hevur valt at niðurskriva virðið á kt-skipanunum til 0 krónur. Hetta er gjørt fyri at fylgja nútímans mannagongdum, sum hava við virðismeting av kt-skipanum at gera.

Nógv er tó gjørt seinastu árini við at menna verandi skipanir, eins og nýggjar skipanir eru mentar eisini. Leiðslan væntar tí at síggja eina øking í søluni, so hvørt sum kundarnir fáa fleiri og betri møguleikar at lýsa við sínum vørum og tænastum á Portal.fo og á lýsingaskipanini Vevlýsingar.

Pf. Varðin eigur helvtina av partabrøvunum í Spf. Knassar. Brøðurnir Niklái og Jón Nysted eiga hina helvtina.

Bárður Kass Nielsen er stjóri í Spf. Knassar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

21 Leygardagur 21. september 2024

Nýggi oljutangin hjá Sev smokkaði

Helst er tað orsakað av illveðrinum sunnunáttina

(Mynd: Hilmar Jan Hansen / KvF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggi oljutangin, sum SEV letur byggja á Sundi, smokkaði sunnunáttina. Hetta er helst orsakað av illveðrinum, sum herjaði.

Helst eru tað hvirlur, sum hava gjørt, at tangin er smokkaður, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar sleipistøð, KSS, sum byggir tangan, við útvarpið.

Nú skal avgerð takast um, hvat skal gerast víðari. Ein møguleiki er, at tangin verður tikin niður aftur.

Tangin skuldi eftir ætlan vera liðugur í november. Hann tekur 8.000 rúmmetrar av olju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

22 Leygardagur 21. september 2024

Tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og brúgvin frá miðnámi skulu styrkjast

Fróðskaparsetur Føroya viðurkennir í sínari nýggj kós, at tað skal vera smidligari at vera lesandi í Føroyum. Neyðugt er eisini at hava fleiri parttíðarútbúgvingar

- Vit mugu ikki undirmeta, hvussu neyðug tey ungu eru sum arbeiðsmegi – eisini meðan tey lesa (Mynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Nýggjar dagførdar útbúgvingar og smidligari tilboð til teirra, sum hava tørv á tí. Fróðskaparsetur Føroya hevur sett nýggja kós fram til 2030, og málið er m.a. at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur fyri at linka trýstið á arbeiðsmarknaðin og at lata meira upp við fleiri stakskeiðum undir heitinum “Opið Setur”.

Soleiðis lýsir Fróðskaparsetur Føroya sína nýggju strageti fram ímóti 2032. 

Í ætlanini verður dentur lagdur á fleiri viðurskifti, har tað millum annað verður viðurkent, at tað er ein trupulleiki, at so nógv ung fara útum landoddarnar at lesa og ikki koma aftur.

Tað er eitt, men eitt annað er, at tey sum lesa í Føroyum, oftast arbeiða eisini. Útbúgvingarnar skulu á ymsan hátt samsvara, og brýr skulu byggjast:

- Fróðskaparsetrið vil byggja brúgv til miðnám og til Hægri nám á Glasi, soleiðis at fleiri ungir føroyingar, sum annars høvdu farið av landinum, heldur velja at lesa í Føroyum. Men vit vilja eisini dagføra og menna útbúgvingarnar, so at tær í enn størri mun enn nú samsvara við tørvin á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

- Vit mugu ikki undirmeta, hvussu neyðug tey ungu eru sum arbeiðsmegi – eisini meðan tey lesa. Kanningar vísa, at okkara umleið 1000 lesandi á Fróðskaparsetrinum í miðal arbeiða 18 tímar um vikuna, so tað sigur seg sjálvt, at fulla ella lutvísa arbeiðsorkan hjá teimum 40 prosentunum, sum fara av landinum at lesa, hevði gjørt stóran mun her heima, skrivar setur.fo.

Sjálvt tilknýtið skal vera lættari - yvir helmingurin av teimum lesandi á Setrinum eru yvir 25 ár, og í slíkum aldri koma ymiskar kostnaðarskyldur. Parttíðarútbúgvingar kunnu tískil verða ein lykil:

- Sum heild skulu vit á Setrinum hava fleiri parttíðarútbúgvingar, so tilknýtið hjá teimum lesandi til arbeiðsmarknaðin verður lættari enn nú. Hetta er eisini í samsvari við yvirskipaðu málini um lívlanga læring og smidligar útbúgvingarleiðir, sum hóska betur til fleiri málbólkar og fleiri aldursflokkar. Vit skulu eisini hava í huga, at 55 prosent av teimum lesandi á Setrinum eru yvir 25 ár, og við árunum koma vanliga nýggjar og dýrari skyldur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

23 Leygardagur 21. september 2024

Løgreglan ásannar: Kroatiska fjepparavitjanin kundi verið handfarin betur

Tørvur er á greiðari váðaflokking av fótbóltsdystum, sigur løgreglan

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Politi hevur í samstarvi við viðkomandi partar eftirmett hendingarnar í sambandi við fótbóltsdystin 1. august, tá HB tók ímóti kroatiska Hajduk Split á Tórsvølli.

Soleiðis verður skrivað í tíðindaskrivi:

Áðrenn og undir dystinum tóku ógvisligar hendingar seg upp, líknandi teimum sum vit síggja til altjóða dystir kring Evropa. Hetta er óvanligt í Føroyum og setti síni týðilig spor, og kravdi hetta eina eftirfylgjandi eftirmeting.

Við dystinum fylgdi eitt týðandi tal av váðafjepparum. Tað eru fjepparar, ið eru kendir fyri at elva til trupulleikar. Av hesi orsøk var tað frammanundan samband við gistingarhús, tó uttan at talan var um eitt formligt samstarv, sum kanska hevði verið við til at betra um fyrireikingina.

Eftirmetingin hevur víst, at samband við aðrar partar, m.a. barrir, eisini hevði verið gagnligt í einari tílíkari støðu.

Trygdarviðurskiftini á stadionøkinum - við útliti til ein slíkan váðadyst - verða mett, í tøttum dialogi við tey, sum hava ábyrgd av dystinum, at kunna styrkjast. Vísast skal á, at trygdaruppgávan á stadion var loyst væl grundað á ítøkiliga hóttanarstøðið og talið av váðafjepparum.

Tað var torført at kanna útivallafjeppararnar vegna teirra serliga atburð. Hetta verður mett at vera orsøkin til, at neyðbluss vóru nýtt undir dystinum. Tað er ikki greitt við vissu, hvussu neyðblussini vóru fingin til vega. Eftir dystin var støðan friðalig. Hetta stóðst serliga av einum vælskipaðum átaki, har føroyskir áskoðarar fyrst vórðu leiddir út, meðan útivallafjeppararnir bíðaðu á stadion.

Yvirskipað hevur eftirmetingin víst, at okkum tørvar eina greiða váðaflokking av fótbóltsdystum, sum neyvt og týðiliga kann vísa á trygdarátøk, sum eru hóskandi fyri at vísa aftur møguligari neiligari og harðligari atferð hjá váðafjepparum. Eftirmetingin hevur víst, at lóggávan á økinum kann styrkjast, so at tað er greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk. Tað kann m.a vera forboð fyri at koma inn á stadion, um ein sum áskoðari hevur víst ein ávísan atburð.

Politiið tekur eftirmetingina til eftirtektar og er av teirri áskoðan, at tað, ið vit hava lært av hendingini, fer at brynja allar partar betur, skuldi ein líknandi hending komið fyri í framtíðini. Nøkur lærupunkt í hesi eftirmetingini kunnu ikki berast víðari í síni heild. Hetta er bæði við atliti at ráðlegging og almennum trygdarviðurskiftum í sambandi við, at dystir við stórum váða verða spældir.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til eftirmetingina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

24 Leygardagur 21. september 2024

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.770.000 krónur, og hann varð handaður leygardagin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár hevur Team Rynkeby Føroyar savnað inn 1.770.000 krónur.

Peningurin, sum varð savnaður inn í sambandi við túrin til Paris í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í aulini í Eysturskúlanum leygardagin, 14. september. Nakað av stuðlinum í ár verður eisini latin Autismufelagnum og ADHD-felagnum, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.

Tá ið Team Rynkeby á sinni byrjaði, varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum. Onnur ár er stuðulin latin Beranum og Sinnisbata.

– Team Rynkeby vil við hesum miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum vit gera nakað gott fyri okkum sjálv, skrivar Team Rynkeby Føroyar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

25
Leygardagur 21. september 2024

Meir av toski og nógv av hýsu

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á landgrunninum í august

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir miðal.

Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024).

Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal.

Sum í vár, vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og eru tað nógv ár síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum.

Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.

Toskur, hýsa og upsi verða stovnsmett seinni í ár í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, og verða hesi úrslit almannakunngjørd 29. november 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

26
Leygardagur 21. september 2024

Niðurlendingar seta pengar í Ocean Rainforest

Talan er um ein grunn, sum serliga leggur dent á nýskapandi íverksetan og burðardygd

(Mynd: Ocean Rainforest)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein niðurlendskur grunnur, Triodos Food Transition Europe Fund, hevur sett pengar í føroysku alifyritøkuna Ocean Rainforset, við høvuðssæti í Kaldbak.

Triodos er ein grunnur, sum virkar serliga at gera íløgur í fyritøkur, sum arbeiða við nýskapandi íverksetan, har dentur verður lagdur í burðardygd.

Ocean Rainforest hevur havt tørv á íleggjarum, og í hesum umfari er tað eydnast felagnum at at skaffa 2,5 milliónir evrur, góðar 18 milliónir krónur,  frá bæði nýggjum og verandi íleggjarum, skrivar felagið í fráboðan.

Millum verandi eigararnar eru grunnar sum Grantham Foundation, Builders Vision, Katapult Ocean, Twynam og WWF.

Ocean Rainforest varð stovnað í 2007, og fyritøkan er sannførd um, at stór framtíð er í aling av tara, sum er við til at minka um koltvísúrnisútlátið og harvið gagna veðurlagnum og umhvørvinum.

Eftir fleiri ár við gransking og aling av tara, byrjaði vinnuliga virksemið í 2013. Í dag starvast 25 fólk í Ocean Rainforest, sum væntar at framleiða 400 tons av taralívrunnum evnum í ár í mun til 240 tons í 2023. Ocean Rainforest er harvið størsti taraalari í Evropa.

Tilfarið verður brúkt í kosmetikk-framleiðslu, sum evni at lata í matvørur, djórafóður og aðrar vørur.

- Vit síggja íløguna hjá Triodos Food Transition Europe Fund sum ein góðkenning av okkara ætlan um at vera við til at betra um trivnaðin hjá fólki og geva eitt íkast til okkara bláu gongustjørnu, sigur Ólavur Gregersen, stovnari og stjóri í Ocean Rainforest.

- Við íløguni frá Triodos kunnu vit økja um okkara framleiðslu og fáa gagn av teimum stóru møguleikum á hesum alheims vakstrarmarknaðinum, samstundis sum vit stremba eftir at røkka okkara málum um byrðardygd.

Umframt aling í Føroyum hevur Ocean Rainforest eisini alivirksemi í amerikanskum sjógvi út fyri kalifornisku strondina nærhendis Santa Barbara. Amerikanska felagið hevur júst søkt um loyvi at víðka um aliøkið. Um hetta verður samtykt, gerst Ocean Rainforest eisini størsti taraalarin á opnum havi í USA. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

27 Leygardagur 21. september 2024

Minnisbonkur settur upp í Grasagarði

Sermekti bonkurin í høvuðsstaðnum skal varpa ljós á demenssjúkur. Í dag er altjóða Alzheimerdagur

Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í Grasagarði í Havn er nýggjur, sermerktur bonkur settur upp. Endamálið við bonkinum er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk.

Á bonkinum stendur: "Visti tú, at alsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar".

Tað eru Alzheimarfelagið, í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík, sum hevur framleitt bonkin.  

- Við at seta bonkin í Grasagarði ynskir Tórshavnar kommuna at viðvirka til at seta sjóneykuna á demens. Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk generelt. Hugsanin við bonkinum er, at hann stendur sjónliga fyri almenninginum og samstundis bjóðar inn til at ein setur seg niður, kanska fær sær eitt prát ella bara nýtir løtuna.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Tað er ikki tilvildarligt, at bonkurin stendur har.

- Tankarnir aftanfyri staðsetingina í Grasagarði er, at bjarti liturin lívgar upp á staðnum og vekjur ans. Her er gott at sita og samstundis eygleiða lívið í Grasagarði. Lillaði liturin og runda sniðið hava ein leikandi dám yvir sær og hóska saman við boðskapinum á minnisbonkinum væl inn í Grasagarði, har nógv børn og vaksin koma saman hvønn dag – óansæð veður. Eisini er bonkurin beint við Tilhaldið, har nógv eldri fólk koma dagliga.  

Í dag, leygardagin 21. september, er Altjóða Alzheimerdagur, og í hesum sambandi skipar Heilsu- og umsorganartænastan saman við øðrum fyri almenna tiltakinum "Saman um demens". Hetta  verður í Reinsarínum í Tórsgøtu frá klokkan 11 til 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

28 Leygardagur 21. september 2024

Koyr bil, tá tú koyrir bil! - annars fært tú klipp í koyrikortið

Komandi vikurnar verður skipa fyri átaki um gáloysni, har løgreglan fer at gera kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í samstarvi við Trygd og Betri trygging, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eitt nýtt átak um gáloysni. Átakið byrjar í dag og heldur fram í tríggjar vikur. Meðan átakið er, ger løgreglan kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, boðar Ráðið frá í tíðindaskrivi.

– Hugsavnar tú teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil? Ella letur tú teg órógva – til dømis av fartelefonini? Gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Tað vísa kanningar í grannalondum okkara. Og í Danmark siga tølini, at gáloysni er orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni. Og tí verður tað eisini revsað hart, um tú brúkar handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil.

Ráðið fyri Ferðslutrygd mældi í mong ár til at revsingin fyri at brúka handhildna fartelefon í ferðsluni varð herd, og fyrr í ár vórðu reglurnar broyttar. Bótin er hækkað upp í 1.500 krónur, og eisini fært tú eitt klipp í koyrikortið, um tú brúkar handhildna fartelefon.

– Tað eru nógv, sum brúka fartelefonina, meðan tey koyra bil. Tað siga tølini hjá løgregluni, og tað siga okkara hugburðskanningar eisini.

– Umleið annar hvør metir at gáloysni er høvuðsorsøk til skaðar í ferðsluni. Bara ‘ov nógv ferð’ verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni. Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga nógv seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

– Vit eru sostatt tilvitað um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Ráðið vónar, at herdu reglurnar fara at hava jaliga ávirkan á atburðin hjá bilførarum í Føroyum.

– Eitt er, at tað er einki stuttligt at fáa eina bót, men fært tú eitt klipp, kann koyrikortið verða í vanda. Vit vóna at broyttu reglurnar fara at síggjast aftur, soleiðis at fleiri fara at leggja fartelefonina frá sær, meðan tey koyra bil og harvið betra um ferðslutrygdina fyri okkum øll.

Í hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini nøkur góð ráð, tá tað kemur til fartelefonir í ferðsluni:

  • Hevur tú eina snildfon? Veitst tú, at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?
  • Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: Bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

29 Leygardagur 21. september 2024

Nýggj flutningsfyritøka sær dagsins ljós

Helgi Justinussen er stjóri í Frakta, sum bjóðar flog- og sjófrakt

Helgi Justinussen er stjóri í nýggju flutningsfyritøkuni (Mynd: Frakta)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Roynd flutningsfólk hava funnið saman í nýtt virki, við tí endamáli at bjóða einfaldar og álítandi flutningsloysnir til vinnuna.

- Flutningur er nakað, sum bara skal virka. Tað skal vera einfalt og tað skal vera fleksibult. Tað skal sjálvandi eisini vera kostnaðarrætt. Alt hetta vita tey hjá Frakta. Tilsamans hava tey yvir 25 ára royndir í flutningsvinnuni, og stjóri felagsins, Helgi Justinussen hevur áður myndað stóra flutningsdeild, verður sagt í tíðindaskrivi.

Frakta bjóðar flogfrakt, tá tað skal ganga skjótt og sjófrakt tá nøgdirnar eru stórar og flutningurin skal vera kostnaðarlættari.

Dentur verður lagdur á tætta samstarvið við kundarnar, umframt persónliga og álítandi tænastu. Frakta bjóðar seg at samskipa fraktina frá hurð til hurð fyri kundarnar, sum ikki skulu nýta sína dýrabæru tíð til at samskipa flutningin.

Virksemið er longu farið í gongd. Tíðliga í november verða fyrstu sendingarnar koyrdar út til kundar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

30 Leygardagur 21. september 2024

‘Andrea Árting’ verður avdúkað í morgin

Tónar eftir Andreu Árting verða spældir í sambandi við at standmyndin í Steinatúni verður avdúkað

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin klokkan 14 verður tiltak í Steinatúni, har standmyndin av Andreu Árting verður avdúkað. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.

Andrea Árting var í áratíggju forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og slóðaði fyri, at menn og kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði.

Tað var eisini Andrea Árting, ið skipaði fyri, at kvinnur fóru at rógva kapp á Ólavsøku. Eisini yrkti hon og smíðaði løg.

Á tiltakinum fer Havnar Hornorkestur at spæla, millum annað eisini løg hjá Andreu Árting.

Heðin Mortensen, borgarstjóri bjóðar vælkomin áðrenn Kári Árting, ommusonur Andreu heldur eina røðu. Síðan fer listamaðurin Edward Fuglø at siga nøkur orð áðrenn Gunvør Balle, býráðslimur, ber fram eina heilsan áðrenn hon og borgarstjórin avdúka standmyndina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

31 Leygardagur 21. september 2024

Barbara Apol stillar upp til býráðsvalið

Hóast uppstillingin ikki er liðug enn, sendir Javnaðarflokkurin út fráboðan um persónar, sum stilla upp til býráðsvalið í Havn

Barbara Apol
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast uppstillingin ikki er liðug enn, so koma alt fleiri nøvn fram, sum bjóða seg fram á javnaðarlistanum til býráðsvalið í Havn.

Hóast fleiri uppstillingarfundir hava verið í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, so er uppstillingin ikki liðug enn. Tað verður framvegis arbeitt við málinum, verður sagt.

Fleiri miðlar hava skrivað, at ávís ónøgd er yvir, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, stillar uppaftur, hóast hann áður hevur boðað frá, at hann ikki fór at bjóða seg framaftur. Og hesaferð stilalr hann upp saman við dóttrini, Elini Heðinsdóttir Joensen.

Tað skal m.a. vera orsøkin til, at Kári Johansen tók avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn ístaðin, og at býráðslimirnir Tróndur Sigurðsson, Súna Mørk og Bjørg Dam hava tikið avgerð um ikki stilla uppaftur.

Mánadagin boðar Javnaðarflokkurin frá í tíðindaskrivi, at Barbara Apol stillar upp til býráðsvalið. Barbara er roynd í politikki, varð næstvald til fólkatingsvalið seinast, og hevur í feiri førum tikið sæti á fólkatingi fyri Sjúrð Skaale.

Tað er eisini váttað, at Elin Heðinsdóttir Joensen stillar upp til býráðsvalið.

Tað gjørdi hon sjálv í valgrein, hon um vikuskiftið sendi til miðlarnar. 

[object Object]Elin Heðinsdóttir Joensen



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

32 Leygardagur 21. september 2024

Formula sett KT-trygdarleiðara

Kristian Vágsheyg Kruse skal tryggja, at kundar hjá Formula framhaldandi eru vardir móti vaksandi hóttanum frá cyberálopum og ótryggum netumhvørvi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kristian Vágsheyg Kruse er settur í starv sum KT-trygdarleiðari hjá Formula. Hetta er enn ein liður í eini menningartilgongd, har KT-trygdøkið er umskipað, og vendir sær nú meira til kundar. 

Talgilding hevur gjørt stór framstig í Føroyum seinnu árini, og bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur hava tikið í størsta álvara at menna sítt KT-infrakervi fyri m.a. at tryggja framhaldandi menning, ein størri effektivitet og færri útreiðslur. Hóast menningin hevur stórar fyrimunir, hevur hon eisini skapt ein øktan tørv á betri KT-trygd. Serliga hesi seinnu árini hava vit sæð eina vaksandi hóttan frá m.a. cyberálopum, sum hava sett trýst á vinnu og almennar stovnar. 

Formula, sum er Føroya størsti KT-veitari, hevur altíð lagt stóran dent á at veita tænastur, sum tryggja dygd og álit. Í eini tilgongd at styrkja KT-trygdina hjá kundum sínum, hevur fyritøkan sett Kristian Vágsheyg Kruse í starv sum KT-trygdarleiðara. Hann kemur við drúgvum royndum innan KT-trygd, bæði her heima og uttanlands, og fer hann at menna hettar týdningarmikla økið.

Nýggja deildin fer at veita ráðgeving og stuðul til kundar í mun til KT-trygd, eitt øki, sum gerst alt meira avgerandi fyri virkisførið hjá fyritøkum og stovnum. Kristian fer at arbeiða fram ímóti at skapa loysnir, sum m.a. tryggja, at kundar hjá Formula framhaldandi eru vardir móti vaksandi hóttanum frá cyberálopum og ótryggum netumhvørvi.

Tíðindaskriv frá Formula


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

33 Leygardagur 21. september 2024

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi

Lis Samuelsen verður virkandi sóknarprestur í góðar tveir mánaðir

Lis Samuelsen hevur seinastu 12 árini verið prestur í Sorø Klosterkirke, og eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni (Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jógvan Fríðriksson, biskupur hevur heitt á Lis Samuelsen um at gera tænastu sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi í góðar tveir mánaðir frá nú av, meðan Havstein Klein, sóknarprestur, tekur sær av øðrum uppgávum.

Biskupur hevur sett Havstein Klein at taka sær av øðrum uppgávum, t.d. skrivligum avrikum við atliti at lestrinum við konfirmantum, skrivar Fólkakirkjan.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Tey seinastu 12 árini hevur hon verið prestur í Sorø Klosterkirke, og eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

34 Leygardagur 21. september 2024

Innandalsvegurin verður breiðkaður

Arbeiðið verður væntandi liðugt fyrst í komandi ári

Innandalsvegur (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Innandalsvegur, sum er vegurin frá Fløtugerði oman fyri fótbóltsvøllin í Fuglafirði og niðan móti býlinginum vestur í Horn allar ovast í Fuglafirði, verður nú breiðkaður.

Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu skrivar, at kommunan hevur gjørt avtalu við HV Grevstur við heimstaði á Strondum um at gera arbeiðið við at breiðka vegin.

Arbeiðið er farið í gongd, og verður væntandi liðugt fyrst í komandi ári, skrivar kommunan á heimasíðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

35 Leygardagur 21. september 2024

Niels fekk ársins herðaklapp

Sunda kommuna heiðrar honum fyri at vera ein sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár

Niels Petersen her saman við Jógvan Kruse, borgarstjóra, og Eyðstein Zachariassen, varaborgarstjóra og formanni í trivnaðarnevndini (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá mantanardagarnir í Sunda kommunu vórðu settir í Skúlanum við Streymin farna fríggjakvøld, varð avdúkað, at Niels Petersen fær heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024” frá Sunda kommunu.

Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.

Í ár hevði trivnaðarnevndin valt, at Niels Petersen skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024”. Grundgevingin fyri at geva Niels Petersen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:

"Ársins herðaklapp 2024 fær Niels Petersen, fyri sítt miðvísa arbeiði at seta felagið Streym á stovn, og fyri at vera ein savnandi og sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár. Hetta hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina í Sunda kommunu"

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

36 Leygardagur 21. september 2024

Ráðstevna um vitlíki í útnorði

Hvussu eiga vit at handfara vitlíki? er spurningurin, sum verður settur í Norðurlandahúsinum á útnorðurdegnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvussu kann vitlíki mennast og nýtast til gagns fyri samfelagið og okkum menniskju? Hetta eru spurningar, sum verða umrøddir á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við útnorðurdagin, 23. september, kl 14.

Ráðstevnan, sum er ókeypis og er fyri øll, leggur dent á teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum vitlíki hevur fyri Føroyar og hini londini í útnorðri.

Við rúkandi ferðini, sum vitlíki mennist í, er tað alneyðugt, at Føroyar og hini londini í útnorðri fylgja við. Neyðugt er við vitan og handling, sum tryggjar, at føroyska málið og føroyska mentanin verður varðveitt í einum talgildum heimi.

Á ráðstevnuni hittast fakfólk og politikarar fyri at umrøða og kjakast um verandi og komandi møguleikar við vitlíki í Føroyum, og um hvussu tøknin kann ávirka framtíðina. 

Um útnorðurdagin

Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags "útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur.

Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorðri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

37 Leygardagur 21. september 2024

Sjóneykan á Føroyar á The Great Escape 2025

Tað verður nógv uppmerksemi um Føroyar og føroyskan tónleik, tá ið kendi festivalurin The Great Escape fer av bakkastokki í mai 2025

Jazzygold framførdi á The Great Escape í 2023 (Savnsmynd: Jamie MacMillan)
SkrivaÐ:

Innsent

– Hetta eru einki minni enn stórtíðindi, sum uttan iva fara at lata nógvar hurðar upp fyri føroyskan tónleik í altjóða tónleika- og mentanarheiminum, sigur Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX).

- Millum lond, sum festivalurin áður hevur sett sjóneykuna á, finna vit nógv størri lond, so sum Spania, Italia, Bretland, Frakland, Noreg, Avstralia, Kanada, Niðurlond og fleiri, men at eitt so lítlið land sum Føroyar bæði fær møguleikan og verður sæð sum verandi til reiðar til uppgávuna, fer uttan iva at fáa mong í altjóða mentanarheiminum til at spíla eygu og oyru upp. Eg rokni við, at hetta verður sæð sum ikki minni enn ein sensasjón har úti í altjóða tónleikaheiminum, sigur Glenn Larsen.

Tónleikavinnuumboð úr øllum heiminum

The Great Escape Festival er ein tónleikafestivalur, sum varar í tríggjar dagar og verður hildin í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Festivalurin, sum varð stovnaður í 2006, verður mettur at vera tann størsti festivalurin av sínum slag í Evropa. Á festivalinum er eitt fjølbroytt úrval av tónleikabólkum og tónlistafólki, sum spæla á yvir 30 pallum kring allan býin.

Festivalurin dregur fólk til sín frá øllum heraðshornum í Evropa, umframt úr øðrum pørtum av heiminum, og hevur ofta víst seg at gerast ein avgerandi lopfjøl fyri yrkisleiðina hjá nógvum tónlistafólkum. Ikki minst fáa tónlistafólkini eitt heilt serligt høvi at presentera seg og sín tónleik fyri teimum allarstørstu og mest týdningarmiklastu aktørunum innan serliga live-tónleikaiðnaðin.

The Great Escape festivalurin er kendur fyri at vera ein showcase-festivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og áhoyrarafjøldin fær møguleikan at uppliva tónlistafólkini í einum meira nærverandi umhvørvi, áðrenn tey seinni fara at spæla á teimum stóru tónleikapallunum kring heimin. Umframt konsertirnar er eisini ein eyka dagsskrá, sum fer fram um dagin við pallborðsfundum og framløgum.

Væntandi verða um 16.500 fólk og meira enn 4.500 umboð úr tónleikvinnuni á festivalinum komandi ár.

[object Object]Glenn Larssen, leiðari á Faroe Music Export, FMX (Savnsmynd: Eyðun Müller Thomsen)

Føroysk tónlistafólk í brennidepilinum

Tey síðstu árini hava Føroyar fingið alt meira rúmd og uppmerksemi á kenda festivalinum. Men i 2025  koma Føroyar heilt upp á toppin á festivalinum fram um onnur lond, tí hetta árið verður sjóneykan serliga sett á Føroyar sum tónleikaland.

- Stutt sagt merkir hetta, at tað í 2025 verður lagdur serliga stórur dentur á Føroyar, fortelur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX).

- Vit fara at hava upp til átta tónlistanøvn við. Tey spæla minst tvær konsertir hvør, ið verða partur av almennu skránni, umframt at vit fara at hava tvey eyka tiltøk, sum vit sjálvi skipa fyri. Vit fáa eisini pláss í pallborðskjakunum, og vit fara at hava okkara egnu móttøku og eitt netverkstiltak fyri umleið 200 umboðum og tíðindafólkum. Hetta verður á almenna høvuðsøkinum fyri tey altjóða umboðini. Harumframt fáa vit gleðina av einum risastórum marknaðarføringspakka. Í dag fer eitt tíðindaskriv út í øllum Evropa um hetta. Sum ein stórur eykaágóði kann vera, at vit fáa føroysk tónlistafólk við í kickoff-tiltøkum hjá festivalinum í London frá í heyst fram til næsta ár.

Ikki minni enn ein sensasjón

Føroyar hava seinastu árini verið serliga væl umboðaðar á The Great Escape, og tónleikabólkarnir og tónlistafólkini, sum hava fingið møguleikan at vera við, hava eisini havt sera væl eydnaðar og professionellar framførslur.

- Hetta er eisini ein stórur partur av orsøkini til, at vit nú fáa bjóðað henda risastóra møguleikan. The Great Escape hevur lagt væl til merkis góðu gongdina, sum føroysk tónlistafólk hava havt á altjóða pallinum, og tey hava eisini sæð, hvussu nógva orku tónlistafólkini leggja í tað, og hvussu professionelt, tey arbeiða. Framstig okkara hava veruliga vakt ans millum aktørar í tónleikaheiminum, sigur Glenn Larsen.

Sjálvt skrivar The Great Escape soleiðis í enska tíðindaskrivinum, sum eisini fer út í dag:

The Great Escape er longu bergtikin av føroysku tónlistafólkunum og av framførslunum hjá slíkum sum Joe & The Shitboys, Aggrasoppum, Elinborg og Brimheim. Nú Føroyar fara at trína mitt inn í altjóða kastiljósið sum “Lead Country Partner” á festivalinum hetta árið, fer Faroe Music Export skrivstovan at seta saman eina skrá við einum breiðum úrvali av landsins fremstu talentum í 2025, fleiri enn nakrantíð áður.“ 

Lopfjøl fyri tónlistafólk

Millum longu røðina av tónlistafólkum, sum áður hava spælt á The Great Escape í byrjanini av tónlistayrkisleið síni, finna vit stórmenni sum til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag’n’bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite, Laura Marling, og ein lang røð av øðrum tónlistafólkum.

Tað var so seint sum í 2022, at Føroyar fyrstu ferð veruliga vaktu ans á festivalinum og í býnum Brighton við at hava heili fýra tónlistanøvn við í almennu skránni.

Hvørji listafólkini verða, sum skulu spæla á festivalinum í 2025, er nakað, sum fyriskiparatoymið hjá The Great Escape festivalinum sjálvt avger og velur út. Hetta fer at verða kunngjørt seinni.

The Great Escape fer fram í Brighton frá 14. til 17. mai 2025. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

38 Leygardagur 21. september 2024

Flyglið komið í Varpið

Flyglið varð rullað inn og sett upp í Varpinum í vikuni

(Myndir: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin kom Steinway flyglið, sum klaksvíkingar hava keypt til mentanarhúsið Varpið endiliga fram til heimstað sín.

Varðisliga varð hámetta ljóðførið rullað úr bingjuni og inn í nýggja mentanarhúsið, har Benjamin Gaasedal skipaði fyri at seta tað tað upp og saman, eitt nú at fáa beinini undir stóra og tunga ljóðførið.

At hjálpa sær hevði hann góðar menn at taka eina hond í, eitt nú leiðaran í mentanarhúsinum, Annfinn Heinesen, og eisini borgarstjóran í Klaksvík, Karl Johansen.

Flyglið er frá Sweinway & Sons og er av slagnum Spirio, ið merkir at tað hevur innbygt eina serliga tøkni, sum ger, ein kann hoyra tónleik á flyglinum, sum ein pianistur, ið er staddur aðra staðni í heiminum spælir, live.

Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu tók myndirnar. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2024

39 Leygardagur 21. september 2024

Heartist í Kuummiut - stórur partur av bygdini møtti

Mánadagin 9. september varð heimildarfilmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir, ”Heartist”, vístur í fjarskotnu bygdini í Eysturgrønlandi, Kuummiut. Listakvinnan var sjálv til staðar

 
SkrivaÐ:

Innsent

Orsøkin til, at Sigrun Gunnarsdóttir tók hetta stigið, at geva kummiuttum møguleikan at síggja vælumtókta filmin botnar í ynskjunum um at veita teimum eina tøkk fyri tíðina, hon, saman við manni og synum, búleikast í Kuummiut fyri mongum árum síðan. Ein tøkk fyri vinsemi og vælvild sum familjan á so mangan hátt hevði møtt.

Filmurin varð vístur í skúlanum, og ein stórur partur av bygdini hevði leitað sær á gátt.

Sigrun, tulkað av skúlastjóranum Lauru Táunájik, bjóðaði vælkomin, róði afturá og hugleiddi í stuttum um tíðina, tá hon og familjan í 1998 á fyrsta sinni komu til Kuummiut, saknurin av teim mongu, ið farin vóru og gleðina í at hitta ”nýggj andlit”.
Fleiri børn vóru eisini møtt og eisini tey vóru hugtikin av filminum.

Fleiri av upptøkunum eru jú úr Grønlandi, somuleiðis fleiri málningar, sum síggjast í filminum, eru við motivum úr Kuummiut og aðrir við íblástri úr Kuummiut.

Við filmslok fekk hvørt húski faldaran ”Uummatip takusani puigorneq ajorpai” (Tað hjartað sær – gloymist ei) har fleiri av málningum Sigrunnar úr Grønlandi eru í. Faldarin er á grønlendskum, umframt á enskum og donskum.

Ein sera væleydnað løta, sum endaði við ”kaffimik”, har Sigrunsa skuffukøkur ”fingu bein at ganga á” frættist úr Kuummiut.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

40 Leygardagur 21. september 2024

100 mans á pallin í kvøld

Konsert við Tórshavnar Manskóri og Den norske Studentersangforening í Hátúni í kvøld

Tórshavnar Manskór (Mynd: Tórshavnar Manskór)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú nærkast av álvara til stóru manskórkonsertina, sum verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla leygarkvøldið klokkan 19.

Tað er Tórshavnar Manskór, sum er vertur fyri Den norske Studentersangforening, ið er í Føroyum fyri fyrstu ferð, og bæði kórini fara á pallin.

Kórini syngja nakrar sangir hvør sær og syngja eisini nakrar sangir saman, og tá er talan um eitt rættiliga stórt felagskór, sum telur umleið 100 mans.

[object Object]Den norske Studentersangforening 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

41 Leygardagur 21. september 2024

Margreta drotning útskrivað

Vinstra hond er løgd í gips og drotningin skal ganga við hálskraga næstu mánaðirnar

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Margreta drotning er útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum, og er nú heima aftur á Fredensborg slotti.

Kongshúsið boðaði í gjár frá, at Margreta bleiv innløgd mikudagin eftir at hon datt við hús á Fredensborg sotti, og brákaði ein geisla í hálsinum umframt brot í vinstru hond.

Vinstra hond er løgd í gips, og drotningin skal næstu mánaðirnar ganga við hálskraga.

Margreta drotning er við gott mót, og hevur tað eftir umstøðunum gott, men verður sjúkrameldað í longri tíð, sigur kongshúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

42 Leygardagur 21. september 2024

Av Eiði til Gøteborg at royndarkoyra ellastbilar

Tveir av veteranunum og “the grand old men” í føroyskari flutningsvinnu vóru við, tá ferðalag úr Føroyum vitjaði høvuðsstøðina hjá Volvo í Svøríki nú um dagarnar

Trygvi K. Joensen ovurfegin um at royna ein el-lastbil hjá Volvo í Tuve í Göteborg. - Her er eingin larmur og sera reint sigur hann (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen av Eiði eru ikki í iva, nú teir eru heimafturkomnir av kanningarferð í svenska bilhøvuðsstaðnum Göteborg. Teir vilja gera tað teir eru mentir fyri at gerast partur av grøna orkuskiftinum, tá tað um lastbilar ræður.

Teir hava verið í flutningsvinnuni nú í mong ár fyrst saman við pápanum Hans Egili, og eftir tað hava teir báðir brøðurnir rikið fyritøkuna, sum í dag fevnir um bæði stórar lastbilar og gravimaskinur.

[object Object]Tveir av føroysku lastbilaveteranunum, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen her í Göteborg fyri at síggja og royndarkoyra nýggjastu el-lastbilarnar (Mynd Jan Müller)


Tað var felagið “Stórbilar”, sum tók stig til kunningarferðina og vóru umboð fyri fleiri føroyskar vinnufyritøkur eins og stovnar við. Leiðin gekk til Göteborg, har høvuðssætið hjá Volvo er.

Høvið var bæði at síggja risastóru lastbilaverksmiðjuna í Tuve, har tað verða framleiddir umleið 90 lastbilar um dagin, harav støðugt fleiri og fleiri elriknir lastbilar. Eftirspurningurin eftir elriknum lastbilum bara veksur, og spurningurin er, nær føroyska flutningsvinnan fer at eftirspyrja slíkar.  

Eftir vitjanina á lastbilafabrikkini fingu føroysku umboðini høvi til at royndarkoyra nýggjastu el-lastbilarnar á testbananum á “Volvo Trucks Experience Center “. 

- Hetta hevur verið ein frálíkur túrur. Vit fóru við fyri at fáa meira vitan um ellastbilar og royna teir. Eg var sera positivt yvirraskaður. Vit kunnu saktans brúka slíkar bilar til okkara flutning í Føroyum sigur Trygvi Joensen, sum saman við bróðurinum koyrdi fleiri av teimum elriknu lastbilunum.

[object Object]Føroyska ferðaliðið á testbananum hjá Volvo í Göteborg (Mynd: Jan Müller)

Friður og reinsemi

Trygvi nevnir serstakliga tvey viðurskifti, sum man legði merki til alt fyri eitt, tá man koyrdi ellastbil – har var friður og reinsemi.

- Og tað er so heldur eingin loyna, at eg og  Jóhan hava altíð vilja fylgt gongdini innan lastbilar og hava viljað havt “síðsta skríggj”, sum hann málber seg.

Familjan hevur  verið í lastbilabransjuni síðani 1959, og Jóhan og Trygvi hava verið við frá 1981-82. Tað var annars pápin, Hans Egil, sum tók stig til fyritøkuna og er hon ment nógv síðani. Teir hava í dag 14 lastbilar og 8 gravimaskinur. Lastbilaflutningurin  fevnir um ¾ av virkseminum.

Jóhan sigur, at hugsa vit 10 ár aftur tíðina, so var tað ikki ein tanki,  at lastbilar fóru at koyra við el. Men tað burdi verið heilt náttúrligt, nú ferð er komin á persónsbilarnar. Battaríini blíva eisini betri og betri, so tað er bara ein spurningur um tíð, so hava vit bara ellastbilar eisini.

[object Object]

Teir eru tó ikki heilt ókendir við elriknar bilar, tí báðir hava persónbil, ið koyrir við el. Jóhan hevur havt sín í skjótt fýra ár, og man kanska hava verið millum tey fyrstu, sum fekk sær elbil. Hann sigur seg vera sera ovfarnan av, hvussu væl hesin riggar.  

- Kunnu vit koyra eitt sindur meira við eini eláfylling enn í dag, og prísurin fer eitt sindur niður, so er hetta sera gott fyri bæði vinnu og samfelagið leggur Trygvi aftrat og heldur fyri, at nú hava teir verið so leingi í hesi vinnuni, at tað hevði  verið nokkso snilt, at teir vóru teir fyrstu í Føroyum at fáa sær ein elriknan lastbil sum eina byrjan.

[object Object]Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen saman við Kim Hansen frá Gjaldstovuni fáa kunning um tað nýggjasta innan battarímenningina (Mynd: Jan Müller)

Prísurin er forðingin

- Men hvat skal so til hjá tykkum at gera tanka til veruleika?

- Tað er bara prísurin. Hevði prísurin verið í lagi, so høvdu vit keypt tann fyrsta í stundini. Sum nú er kostar ein ellastbilur meira enn 2 milliónir krónur meira enn ein vanligur diesellastbilur,  men tað fer nokk at javna seg. Vit halda,  at tað almenna má eisini vera ein “drivari” í tí grøna orkuskiftinum, vísa vilja og taka ábyrgd.

Tankin hevur streyfað báðar eiðismenninar um at tosa við ein av teirra arbeiðsgevarum, um ikki okkurt felags stig kundi verið tikið fyri at fáa gongd á elektrifiseringina av lastbilum.

- Kanska tit longu hava tann fyrsta elrikna lastbilin í tonkunum nú?

- Hann er  kanska ikki so langt vekk. Forðingin er prísurin men tokið er komið alvorliga á skinnaran. Nú skal bara ferð setast á.

[object Object]

Ellastbilar ein vinnarastøða

Teir ivast ikki í, at ellastbilar í serliga tunga flutninginum á landi í Føroyum kann gerast ein “win win” støða fyri bæði vinnuna og lastbilaeigararnar.

- Vit koyra laks fyri Mowi til sláturvirkið. Tað hevði verið ideelt við einum ellastbili, tí koyriteinurin hóskar væl og serliga fyri flutning í Føroyum, har stutt er millum støðini koyrast skal til og frá.

[object Object]

- Átti tað verið ein uppgáva hja t.d. SEV at sett upp løðistøðir til ellastbilar eisini, nú teir hava sett slíkar upp til privatbilar?

- Avgjørt. Teir kundu sett upp nakrar stórar løðistøðir, tí tað er eingin ivi um, at ellastbilarnir fara at koma. Spurningurin er bara nær.  Løgið at vit hava nærum 800 lastbilar í Føroyum og eingin er elrikin. Taka vit teir báðar bussarnar, sum í dag eru elriknir í landinum, so rigga teir framúr væl.

[object Object]

Veteranar

Eins og bróðurin Trygvi fegnast Jóhan um túrin, har man kann síggja og uppliva tað nýggjasta innan lastbilaflutning. Hann var longu í Göteborg í  1985 og hugdi eftir bilum. Teir standa nú á museeum.

- Eg haldi, at hetta er eitt sera gott stig, sum felagið “Stórbilar” hava tikið, tí tað kann koma at skunda undir gongdina.

[object Object]Hóast komin væl upp í árini, so ringir pápin hvønn dag til synirnar at forvitnast, hvussu gongur við koyringini.  Myndin er tikin herfyri, tá faðir og synir vóru saman  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

43 Leygardagur 21. september 2024

Flutningsvinnan vil vera meira grøn

Men politikararnir verða noyddir at koma á banan, um teir halda hetta er rætta leiðin at ganga heldur Fróði Løkságarð, rakstrarleiðari hjá Faroe Ship.

Føroyska ferðalagið, sum vitjaði Volvo lastbilaverksmiðju og royndarkoyrdu ellastbilar í Göteborg nú um dagarnar (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein av flutningsfyritøkunum í Føroyum, sum hevði valt at raðfesta grøna kanningarferð til Svøríkis herfyri, er Faroe Ship. Fróði Løkságarð, sum tekur sær av eitt nú flutninginum á landi, sigur, at orsøkin til, at farið varð til Göteborg at síggja nýggjastu elriknu lastbilarnar, sum vera framleiddir har, var tann, at Faroe Ship hevur stórt virksemi á landi, og tí tey hava fingið eitt meira grønt fokus seinastu árini í mun til koyring og tað virksemið, sum tey hava á keiini í Havn. M.a. eru tey í ferð við at skifta stakkararnar á keiini út við nýggjar, sum hava minni útlát.

Málið Faroe Ship hevur sett sær í grøna orkuskiftinum er at skerja útlátið við 50 prosentum áðrenn 2030. 

Tann eini av kranunum á bryggjuni verður nú eisini elektrifiseraður. Tað arbeiðið verður liðugt um ein mánað,  og tað merkir, at tey fara at brúka 40.000 litrar minni av olju á bryggjuni, og tað hevur sera positiva ávirkan á grøna orkuskiftið hjá Faroe Ship vísir Fróði á.  

Og tað við sjálvari koyringini er eisini ein náttúrligur partur hjá teimum. -Vit hava fylgt menningini við at fáa lastbilar útgjørdar við elmotorum, og vit hava fylgt tí gongdini seinastu trý árini. Nú fingu vit so nakrar uppdateringar á hesum túrinum, sum gera, at man situr við eini kenslu av, at tann fyrsti ellastbilurin kemur nærri og nærri. Tað er ikki ein spurningur um ein ellastbilur kemur men nær.

[object Object]

Ein ellastbilur 2,5 ferðir dýrari

- Fara tit so at royna at stuðla uppundir skiftið til ellastbilar hjá tí privatu vinnuni?

- Tað hevur okkara áhuga at vera við í tí gongdini - at blíva veruliga grøn. Allir teir smærri vinnubilarnir Faroe Ship brúkar eru longu elriknir. Tí er tað náttúrligt,  at vit fara allan vegin við hesum.

Tað, sum er avgerandi fyri at kunna gera eitt slíkt skifti, er ein spurningur um økonomi. Í dag er prísurin fyri ein ellastbil 2,5 ferðir hægri enn fyri ein fossilriknan lastbil, og tað er ein spurningur um, hvussu nógv bíligari raksturin yvir 6 – 8 ár hjá einum lastbili kann hanga saman við el. Tað er eingin loyna, at skal tú bara hækka prísir, so koma vit ongan veg við hesum. Tað er at finna fram til, um tað er lønandi at gera hesa íløguna yvir alla livitíðina hjá einum lastbili.

[object Object]Umboð fyri vinnu og almennar stovnar í Føroyum verða kunnað um tað nýggjasta innan ellastbilar í Svøríki (Mynd: Jan Müller)

Fróði fegnast um hetta tiltakið, sum felagið Stórbilar hava tikið stig til og sigur, at kanska er tað ikki júst teirra uppgáva at kunna um grønar loysnir, men sjálvandi gera teir tað eisini út frá nøkrum handilsligum áhugamálum. Og so hevur hetta avgerandi týdning sum heild fyri grøna orkuskiftið í Føroyum, har øll hvør í sínum lag mugu spæla við.

- Tað er sera týdningarmikið fyri okkum øll, at stig verða tikin til slíkar kunningarvitjanir, har vit síggja, hvat hendir í útlandinum á hesum øki.  Nú er stutt tíð liðin, síðani teir fyrstu ellastbilarnir komu á marknaðin, so tað hevur verið áhugavert at síggja útviklingin hjá eitt nú Volvo á hesum bilaøkinum.  Hetta er sera spennandi. Haldi avgjørt at ein ferð sum henda hevur sera hepnar avleiðingar og ávirkan á grøna orkuskiftið. Nógv vilja grøna orkuskiftið, og tað er at finna fram til, hvussu vit kunnu koma har til og nær.

[object Object]Fróði Løkságarð frá Faroe Ship her saman við stjóranum á Stórbilum Páll Róa Poulsen inni á spildurnýggja bilmuseum hjá Volvo í Göteborg (Mynd: Jan Müller)

Politikararnir mugu koma á banan

Fróði Løkságarð vísir á, at í Týsklandi  eru td. skipanir, sum gera, at tú fær ein  prosentpart endurgoldnan millum tað ein vanligur lastbilur og ein ellastbilur kosta. Í Føroyum eru ongi avgjøld fyri vanligar lastbilar, so tað er ikki har tú kann gera nakað. Politikararnir verða noyddir at koma á banan, um teir halda hetta er rætta leiðin.

- Útheimurin bestemmar, tað eru tey, sum seta krøvini. Vit vera noydd at fylgja við. Tað ræður um at vera opinsinnað og taka ímóti nýggjastu vitanini. Kanska eru vit ov tíðliga úti. Tøknin verður meira og meira grøn við el sum brennievni.

[object Object]Trygvi K. Joensen frá "Hans Egil & Synir" mitt í el-lastabilaverðini í Göteborg (Mynd: Jan Müller)

Rakstrarleiðarin hjá Faroe Ship heldur, at spurningurin er, hvør torir at geva leyst.

- Eru tað laksabilarnir hjá Faroe Ship, tøðbilarnir hjá Førka ella eru tað smoltbilarnir hjá Hans Egili og Synum. Vit eru í eini broytingartíð. Vit kunnu vinna íløguna innaftur innan 6-8 ár. Mugu vóna at kundarnir eru áhugaðir í at taka ein part av hesum. Túrurin  hevur verið áhugaverdur, vit hava lært nógv nýtt, og eg havi vegna Faroe Ship verið glaður fyri at hava verið við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

44 Leygardagur 21. september 2024

Útlátið veksur: Privata vinnan størri lut í grøna orkuskiftinum

Privata vinnan eigur at fáa møguleikan at lyfta ein nógv størri part í grøna orkuskiftinum. Ger hon ikki tað, røkka Føroyar ikki málinum um, at elorka á landi í 2030 skal vera úr varandi orkukeldum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tað kann staðfestast, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum aftur øktist í fjør. Størri oljunýtsla er høvuðsorsøkin til økingina.

Monopolstøðan hjá SEV ikki gagnlig
Tað er bara SEV, sum kann selja og veita elorku til endabrúkaran. Monopolstøðan hjá SEV er hvørki gagnlig ella skynsom. SEV eigur tí at verða sundurskilt í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, soleiðis at størri kapping verður um el-framleiðsluna.

Endamálið við at sundurskilja partar av virðisketuni hjá SEV er at tryggja gjøgnumskygni og skipa elmarknaðin soleiðis, at vit fáa lægst møguligar prísir til brúkaran, herundir eisini vinnuliga brúkaran. Tað er ein stórur trupulleiki hjá privatu vinnuni, at tað gongur so seint við grøna orkuskiftinum. Í 2023 var bert helvtin av elorkuni frá varandi orkukeldum.

Kappast við útlendskar fyritøkur
Føroyskar fyritøkur kappast við umheimin og at tað ikki ber til at lækka sítt útlát meir enn eitt vist, ger, at tað verður torførari at kappast við útlendskar fyritøkur, ið hava nærum óavmarkaða atgongd til grøna orku.

Tað er tí alt avgerandi, at politiska skipanin tryggjar, at verulig ferð kemur á at framleiða varandi orku. Skal tað verða lokkandi at reka vinnuligt virksemi í Føroyum, er eitt undirstøðukervi við nóg mikið av grønari og bíligari orku ein fyritreyt. Føroyskar vinnufyritøkur eru størstu kundarnir hjá føroyskum orkuveitarum. Skipaflotin brúkar næstan helvtina av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum, meðan vinnufyritøkur á landi brúka meira enn helvtina av samlaðu el-nýtsluni í Føroyum. Serliga fyri skip og fyri ávísar framleiðslufyritøkur eru orkuútreiðslurnar ein týðandi partur av samlaðu útreiðslunum.

Tað hevur tí týdning fyri kappingarførið hjá føroyskum vinnufyritøkum, at orkuframleiðslan er effektiv og at orkukostnaðurin er lágur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2024

45 Leygardagur 21. september 2024

Framvegis størst spenningur í botnstríðnum

EB/Streymur, KÍ og Víkingur vunnu á hvør sín hátt týðandi sigrar sunnudag, meðan NSÍ fekk góðan javnleik í Gundadali

Boubacar Dabo sendi EB/Streym á sigurskós móti ÍF og fyrrverandi felag sítt, B68, í trupla støðu í botninum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fýra dystir í 22. umfari í Betrideildini hjá monnum eru spældir í dag.

Víkingur stevnir víðari móti FM, meðan B68 er fýra stig frá strikuni. Hetta er greitt eftir 22. umfar farna vikuskifti.

Víkingur var væl betri enn B68 á Svangaskarði, og hevði fult tamarhald á størsta partin av dystinum, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vann sín 12. dyst á rað. Fyrrverandi Víkinga-verjuspælarin Hjalti Strømsten skoraði helst ársins mál í 94. minutti, men ov seint var.

Jákup á Borg og hansara menn hava innanhýsis dystir eftir móti Skála og EB/Streymi - teir verða helst avgerandi.

KÍ er einasta liðið, sum kann bjóða Víkingi eitt sindur av. Sunnudagin vann KÍ fyri fyrstu ferð á HB í ár - liðið hjá Adolfo Sormani tapti fyri triðju ferð á rað.

Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð stóðu fyri flottum máli eftir fimm minuttir, og hetta gjørdist tað einsta í klassikaranum, har KÍ var betri mannað enn HB.

B36 skal allarhelst dúva uppá steypafinaluna, um liðið skal røkka Evropa. Hetta er greitt, eftir at kappingarneytarnir NSÍ vitjaðu í dag og fingu eitt stig. B36 var annars leikliga omaná, var á odda 1-0 og 2-1, men vantaði skaprleika í nøkrum førum, og NSÍ - Jasper van der Heyden og Petur Knudsen - revsaði mistøk Fimm umfør eftir og fimm stig skilja liðini. Hoseth og hansara menn hava á pappírinum truplari dystarskrá enn NSÍ.

EB/Streymur vann aftur ein umráðandi heimasigur, tá botnliðið vitjaði. Boubacar Dabo og Emil Weihe Joensen vórðu avgerandi. ÍF minkaði um munin eftir steðgin, men heimaliðið var omaná. Á 7. plássi og fimm stig niður til B68: Liðið hjá Sigfríði Clementsen sær ikki í heilt stóran vanda aftur - men nú koma truplari dystir.

Leygardagin lyfti Skála ÍF seg upp úr botnstríðnum við at vinna 4-1 á 07 Vestur.

Longu tá eitt korter var spælt, fekk Ragnar Skála snýtt seg innum 07 Vestur verjuni í høgru síðu. Við fløtum innleggi og kvikari hugsan fekk Ragnar spælt Maxwell Effiom frían, ið var staddur inni í fimm-metrinum. Snilt og einfalt fekk Maxwell prikað bóltin í netið.

Tað skuldi bara ganga fimm minuttir aftaná 1-0 málið, so peikaði dómarin á brotssparksblettin. Trygt setti Karl Martin Johansen bóltin í netið.

Sjey minuttir inni í seinna hálvleiki kom Skála fram um 3-0 og so var tann dysturin avgjørdur.

Tað, sum er serstakt, er, at Maxwell Effiom, sum fekk hatrikk móti ÍF og tvey mál móti 07 Vestur, er útleigaður til Skála úr júst 07 Vesturi. 

22. umfar í Betrideildini

Leygardagin 14. september
Skála ÍF - 07 Vestur 4-1 (2-0)
16' 1-0 Maxwell Effiom (Ragnar Skála)
21' 2-0 Karl Martin Johansen
52' 3-0 Ragnar Skála (Nicolai Dohn)
63' 3-1 Filip Brattbakk 
90+2' 4-1 Maxwell Effiom (Atli Petersen)

Sunnudagin 15. september
EB/Streymur - ÍF 2-1 (1-0)
29' 1-0 Boubacar Dabo (Jens Erik Bruhn)
46' 2-0 Emil Weihe Joensen (Filip Djordjevic)
52' 2-1 Ruben Møller Nielsen (Silas Gaard)

B36 - NSÍ 2-2 (1-1)
30' 1-0 Zean Dalügge (Andrass Johansen)
32' 1-1 Jasper van der Heyden
51' 2-1 Zean Dalügge (Andrass Johanssen)
64' 2-2 Petur Knudsen, br.

KÍ - HB 1-0
06' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)

B68 - Víkingur 1-2 (0-1)
22' 0-1 Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson)
51' 0-2 Sølvi Vatnhamar, br.
90+4' 1-2 Hjalti Strømsten

Støðan

Víkingur 60 stig
KÍ 51 stig
HB 48 stig
NSÍ 38 stig
B36 33 stig
07 Vestur 27 stig
EB/Streymur 19 stig
Skála ÍF 18 stig
B68 14 stig
07 Vestur 7 stig

Komandi dystir

Leygardagin kl. 17: B68 - KÍ
Leygardagin kl. 17: Víkingur - EB/Streymur
Leygardagin kl. 18.30: 07 Vestur - B36

Sunnudagin kl. 15: NSÍ - ÍF
Sunnudagin kl. 17: HB - Skála ÍF

Mikudagin kl. 17: Víkingur - KÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

46 Leygardagur 21. september 2024

U19-dreingirnir hjá HB taptu móti FC Progrès

Á fyrsta sinni royndi eitt føroyskt ungdómslið seg í UEFA Youth League, tá meistararnir í Luksemborg vóru á vitjan

(Mynd: HB /
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U19 dreingirnir hjá HB royndu seg mikukvøldið í UEFA Youth League, og tað endaði við einum teprum tapi móti FC Progrés Niederkorn.

Hetta var fyrri dysturin móti meistarunum úr Luksemborg.

Innskifti Finnur Arnfinnsson skoraði málið fyri HB, tá hann í 47. minutti javnleiki til 1-1.

Gestirnir løgdu seg aftur á odda sjey minuttir fyri leiklok, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

Liðini hittast aftur í Luksemborg 2. oktober.

HB - FC Progrés Niederkorn 1-2 (0-1)
32' 0-1 Milan Gilgemann
47' 1-1 Finnur Arnfinnsson (Rúnar Dam)
83' 1-2 Salvatore Nigro (Rodrigo da Silva)

HB: Pætur Róason Jacobsen - Silas Bjarnason Joensen, Rúni Kjærbo, Magnus Rubek Carlsen, Rúnar Dam - Baldur Niclasen, Andrass Henriksen (69' Erlendur Háfoss), Jógvan í Skála (82' Egil Mittún) - Nils Eiriksson (46' Finnur Arnfinnsson (90' Jens Andrias Dam)), Ari Askham Bjarnason (82' Atli Mortensen), Djóni Debes Samuelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2024

47 Leygardagur 21. september 2024

U19-genturnar endaðu á triðja plássi

Føroyar vunnu ein dyst og taptu tveir - ein stórt - í Baltic Cup. - Avrikið og innsatsurin vóru góður, og sum heild eru vit nøgd við tað, sum vit sóu hesar dagarnar, sigur venjarin

Føroysku genturnar fingu eitt bronsuheiðursmerki og ymiskan lærdóm við úr Baltic Cup (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyri okkara viðkomandi var hetta ein góð kapping, har vit royndu at trýsta mótstøðuliðini langt frammi á vøllinum. At tað so kostar í verjustøðu, er prísurin, sum vit mugu gjalda. Sjálvandi fara vit á vøllin fyri at vinna – tað gera vit altíð, líkamikið hvørjum vit møta – og tann hugburðin skulu vit altíð hava. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta.

Soleiðis tekur Sigtór Petersen samanum Baltic Cup í Estlandi í viðmerking til fsf.fo. Hann er høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum.

Føroyar spældu tveir tættar dystir og tapti ein stórt: Føroyar vunnu 1-0 á Litava við máli, sum Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði. Síðani tapti føroyska liðið 1-0 fyri Lettlandi og at enda 5-0 fyri estisku vertunum.  

– Tapið fyri Estlandi var nógv merkt av møði. Fyri onkrar av gentunum var hetta triðji dysturin í fimm dagar, og tað sást aftur á vøllinum. Men avrikið og innsatsurin var góður, og sum heild eru vit nøgd við tað, sum vit sóu hesar dagarnar, sigur Sigtór Petersen.

Næst á skránni hjá U19 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Serbia frá 25. november til 4. desember. Føroyar eru í bólki við Serbia, Eysturríki og Kekkia.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

48 Leygardagur 21. september 2024

Jón og Jónas hava longt við barndómsfelagið

Talan er tveir av teimum ungu vágamonnunum, sum 07 Vestur veruliga trýr uppá. Miðvallarin og miðverjin hava eisini spælt nógv seinastu tíðina og eru nú knýttir til endan av 2026

Jón í Horni Nielsen (t.v.), og Jónas Prior (t.h.) hvør sínumegin Dan Brimsvík, høvuðsvenjara, ið skal royna at menna teir víðari (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur hevur seinastu tíðina roynt at spælt nakrar av sínum ungu egnu meira inn, og Jónas Prior og Jón í Horni Nielsen eru tveir teirra.

Ungu menninir eru úr Sandavági - ávikavist 18-ára og 19-ára gamlir. Talan er um spælarar, sum man í Vágum væntar nógv av og vil byggja framtíðina upp kring.

Jón er miðverji og tekniskt gávaður. Hann nærkast 40 dystum fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, men er tað undir Dan Brimsvík, at Jón í Horni Nielsen veruliga er komin framat.

Jónas Prior hevur veruliga fingið seg royndan, nú 07 Vestur hevur latið nógv mál inn í seinastuni. Miðverjin hevur tó eisini víst sínar dygdir, og hevur Jónas bæði skorað og verið liðformaður í Betrideildini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

49 Leygardagur 21. september 2024

Fegnast um stóra áhugan - harmast um vantandi pláss

- Vit kunnu gleða okkum til EM-undankappingardystirnar í vár, tá pláss verður fyri upp ímóti 3.000 áskoðarum. Hetta sigur stjórin í HSF, Andrass Thomsen, um áskoðaraáhugan fyri manslandsliðnum

- Tað er lutfalsliga lætt at ferðast til Litava, so vit eru væl nøgd við, at dysturin verður leiktur har. Tað mest umráðandi er, at vit nú vita, hvar dysturin verður spældur. Áheitanir hava eisini verið um útivallaratgongumerki (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í ár var av álvara hondbóltsfepur í Føroyum, tá manslandsliðið fyrireikaði seg til EM og síðani spældi eitt frálíkt endaspæl í Týsklandi.

Var javnleikurin móti Noreg 13. januar í Berlin størsta føroyska ítróttarløtan í 2024, so var tapið við átta málum í Skopje 12. mai helst størsta vónbrotið. Føroyar vóru heilt nær einum plássi í HM-endaspæli, men ov nógv eydnaðist ikki og koppaði ikki til Føroyar á degnum.

Skjótt byrjar eitt nýtt kapittul hjá manslandsliðnum. Í november skulu Føroyar undir undankappingina til HM-endaspælið í 2026. Vegna úrslitini seinastu árini, vóru Føroyar í næstovasta styrkisbólki til lutakastið og endaðu í undakappingarbólki saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo. 

Eitt á pappírinum gott lutakast, og Føroyar koma til HM við minst einum 2. plássi í bólkinum. Fýra teir bestu trý'ararnir, av teimum átta í undankappingini, spæla seg eisini til endaspælið.

[object Object]

[object Object]
Høllin á Hálsi hevur verið ein heilt góður heimavøllur fyri Føroyar seinastu árini, og tað tekur nú onga tíð at fylla høllina. Hon er tó heldur lítil (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta uppgávan verður Kosovo á heimavølli 6. november. At stórur áhugi er fyri fyrsta dystinum hjá manslandsliðnum á føroyskari jørð í nærum hálvt ár er ikki so óvæntað. Atgongumerki vórðu sett til sølu á middegi mikudagin, og eftir bert hálvan tíma vóru øll burtur.

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri manslandsliðnum, men samstundis harmast vit sjálvandi um, at tað eru nógv, ið ikki sleppa til dystin á Hálsi tann 6. november. Vit kunnu tó gleðast um, at til dystirnar í vár koma vit spæla við Tjarnir, og tá verður pláss fyri upp ímóti 3000 áskoðarum.

Hetta sigur Andrass Thomsen við Portalin.

Stjórin í Hondbóltssambandi Føroya hevði sjálvandi vilja havt uppaftur fleiri fólk inn til fyrsta EM-undankappingardystin. Tað eru tó bert pláss fyri líka yvir 1.500 fólki til landsdystir á Hálsi. Fleiri atgongumerki fara til stuðlar og onnur, so nýggja høllin í Hoyvík verður sum ein kollvelting.

Kríggj orsøkin til serstøku staðsetingina

Uppgáva nummar tvey í undankappingini verður serstøk fyri Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn. Eins og í seinastu EM-undankapping, eru Føroyar í bólki við Ukraina, sum er í serstøðu.

- Orsakað av krígnum, hevur ikki verið møguligt hjá Ukraina at spæla á heimavøllli seinastu tvey árini. Tað hevur tí verið óvíst, hvar dysturin í november verður spældur.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen og hinir vunnu greitt í lykladystinum móti Ukraina á heimavølli í undankappingini í fjør - tað er tó enn ikki eydnast at vinna á útivølli móti ukrainum (Mynd: Sverri Egholm) 

Hesum greiðir Andrass Thomsen Portalinum frá. Fleiri møguleikar hava verið - millum annað hevur HSF bjóðað ukrainum at spæla dystin á Hálsi. Í seinastu viku gjørdist tó greitt, at høvuðsstaðurin í Litava verður karmur um Ukraina - Føroyar 10. november.

- Vit hava nú fingið boð um, at dysturin verður spældur í Vilnius í Litava. Tað er lutfalsliga lætt at ferðast til Litava, so vit eru væl nøgd við, at dysturin verður leiktur har. Tað mest týdningarmikla fyri okkum var at fáa endaliga staðfest, hvar dysturin skal spælast, so vit kundu byrja at fyrireika ferðingina.

Hetta er Hondbóltssambandið nú í gongd við. Eisini verður hugt eftir at hjálpa føroyskum útiáskoðarum at útvega atgongumerki til tað, sum helst verður ein lykladystur í bólkinum.

- Vit hava fingið nakrar fyrispurningar frá føroyingum, ið umhugsa fara til Vilnius, men vit hava ikki fingið kunning um atgongumerki enn, sigur stjórin í Hondbóltssambandinum at enda.

Dysturin í Vilnius verður sama dag, sum Litava spælir heimadyst í somu høll, stóru og snøggu Avia Solutions Group Arena. Litava spælir EM-undankappingardyst móti....Norðurmakedonia.

Undankappingin til EM-endaspælið 2026
1. umfar, mikudagin 6. november
Føroyar - Kosovo (Høllin á Hálsi)

2. umfar, sunnudagin 10. november
Ukraina - Føroyar (Avia Solutions Group Arena, Vilnius)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

50 Leygardagur 21. september 2024

Agnar og Scott skulu standa á odda fyri U19-liðnum

Hondbóltssamband Føroya hevur sett vestmenningin og bretan sum venjarar hjá U19-landsliðnum hjá kvinnum. U19 skal til EM-endaspæl næsta summar

Scott Harrington (t.v.) hevur nógvar royndir her í Føroyum og eisini í Noregi. Bæði hann og Agnar Joensen (t.h.) eru venjarar í bestu mansdeildini í løtuni (Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

U19-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum skal til EM-endapælið í 2025 í Montenegro. Tað er nú greitt, at tað verða Agnar Joensen og Scott Harrington, sum koma at standa á odda fyri liðnum.

- Agnar hevur verið venjari hjá liðnum. og er sáttmálin nú longdur. Afturat honum verður Scott Harrington, sum tekur við eftir Inga Olsen, boðar hondbóltssambandið frá.

Agnar Joensen og Scott Harrington eru í løtuni venjarar í bestu mansdeildini: Agnar hjá KÍF og Scott hjá Neistanum. 

U19-landsliðið skal spæla spæla EM-endaspæl í Montenegro í døgunum 9. til 18. juli 2025. Talan er um 06- og 07-árgangirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

51 Leygardagur 21. september 2024

Hotel Djurhuus deildin í flogbólti í gongd aftur

Sunnudagin verða tveir dystir í Hotel Djurhuus deildini fyri kvinnur í flogbólti. Kl. 13 verður grannauppgerð í Sørvági har SÍ tekur ímóti Drátti. Kl. 14 tekur TB ímóti Fleyr í Trongisvági

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lat tað vera sagt beinanvegin, at Dráttur, sum síðsta ár vann greipuna verður ikki í oddinum í ár. Ársins leikari í fjør Tereza Kerpcarova eru farin av landinum. Fleiri av eldru leikarunum hjá Drátti, sum framvegis vóru berandi kreftir á liðnum, eru givnar og aðrar - Henrikka Jacobsen og Sissal Ellefsdóttir - eru farnar til SÍ.

Dráttur hevur gjørt av, at leggja dentin á eina røð av ungum og sera evnaríkum leikarum. Hesar koma ikki at mynda oddin í kappingini, men um Dráttur heldur áfram við hesum er ikki óvæntandi, at um 1-3 ár eru Dráttur aftur við í oddinum.

Næstbesta liðið í fjør, Fleyr, heldur áfram við mestsum somu manning. Har eru nakrar útskiftingar, men hesar fara væntandi ikki at fáa størri týdning fyri styrkina hjá Fleyr. Fyri Fleyr-liðið verður avgerðandi, um tær fáa leikt ein góðan hevara inn á liðið.  Hetta haltaði í byrjanini av kappingini í fjør, men sum fráleið bleiv uppgávan frágingin væl av Brynju Jákupsdóttir, soleiðis at Fleyr ímóti endanum av kappingini í fjør veruliga kundi taka kappingina upp við Drátt. Fyrstu dystirnir í ár benda á, at Fleyr aftur skal loysa hendan trupuleikan áðrenn tær veruliga koma í gongd.

SÍ hevur fingið stóra tilgongd, og umframt leikararnar úr Drátti er Janna Falkvard komin aftur á hevaraplássið eftir at hon í fjør leikti í Danmark. SÍ hevur ein sera breiðan hóp og um nýggji venjarin, Ragnar í Haraldstovu, áhaldandi fær motiverað hendan breiða hópin gjøgnum kappingina er ongin ivi um, at SÍ verður eitt av oddaliðunum.

TB hevur hinvegin ein rættuliga smalan hóp, men samstundsi kundi okkurt bent á, at hann fer at gerast sterkur hesa kappingina. TB hevur ein solidan hevara í Ranju Magnussen og harumframt er sterki álopsleikarin, Ariana Pereyra úr Argentina, sum vanliga kann leika á fleiri plássum, framvegis í TB. TB hevur so fingið ein russiskan leikara, Evgeniia Nizeva og spennandi verður at síggja góðskuna hjá henni.

Eitt annað lið, sum væntandi kann gerast partur av oddastríðnum er KÍF. KÍF hevur fingið Artur Poulsen sum venjara og Artur er altíð garantur fyri einum liðið sum kempar til síðsta bólt. Liðið er harumfarmt styrkt við Óluvu Mohr, sum er komin úr Fleyr.

Mjølnir má metast at vera ein outsidari í kappingini, sum stendur fyri framman. Mjølnir hevur fleiri landsliðsleikara, men í heimligu kappingini hevur haltað nakað. Spennandi verður, um nýggi venjarin Boban Ilic fer at megna flyta liðið longur uppeftir stigatalvuni hetta kappingarárið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

52 Leygardagur 21. september 2024

Polestar deildin í flogbólti fer av bakkastokki í morgin

Fyrstu dystirnir í Polestar deildini fyri menn verða sunnudagin. Her tekur SÍ ímóti ÍF og Mjølnir tekur ímóti Fleyr

(Mynd: FBF)
SkrivaÐ:

Innsent

Dysturin í Sørvági verður sunnudagin kl. 16. Dysturin í Klaksvík verður eisini sunnudagin kl. 16.

Lagt er upp til eina spennandi kapping. Seinastu nógvu árini hevur Mjølnir verið at kalla einaráðandi í landskappingini, men líkt er til, at SÍ í ár hevur sett sær fyri at taka kappingina upp við Mjølnir.

Soleiðis sum liðini hava brynjað seg til kappingina er tí líkt til, at kappingin kann fara at gerast ein kapprenning milum Mjølnir og SÍ.

Mjølnir hevur lagt nógv fyri í fyrireikingunum til hetta kappingarárið. Ein av orsøkunum er, at Mjølnir aftur í ár fer at luttaka í altjóða kappingini CEV-Challenge Cup.

Við tað at luttøkan í oktober í fjør var sera væleydnað, hevur leiðslan í Mjølnir helst fingið blóð uppá tonna og vón um, at tað kann vera gjørligt at leika seg víðari til næsta umfar í hesi kappingini. Mjølnir hevur tryggjað sær, at Phil Freere, sum ein góðan dag helst er ein av bestu leikarunum í Føroyum er aftur í felagnum. Umframt Phil hevur Mjølnir fingið Ilic tvíburarnar - Vuk og Fiiip - úr ÍF og tveir kanadiumenn til felagið - Alain Pineault og Michael Rowsell, sum samstundis er leikandi venjari. Gamla gardan við Thorvald Danielsen á odda heldur eisini áfram.

SÍ, sum vann steypafinaluna ímóti Mjølnir í fjør, hevur mist Lukas Poulsen og Jákup Árna Elisson Wang, sum hetta kappingarárið báðir leika í bestu donsku deildini. Hinvegin, er Bjarni Joensen komin aftur. Bjarni hevði í fjør eitt sera gott kappingarár í danska felagnum, Ikast og verður Bjarni væntandi ein munandi styrkur fyri SÍ. Umframt hetta, so verður Mateusz Pazgan við SÍ sum leikandi venjari. Mateusz var síðsta kappingarár ein av berandi kreftunum hjá Mjølnir.

ÍF hevur sum nevnt mist Vuk og Filip til Mjølnir, men samstundis eru leikarar sum Hákun Nón og Rani Ákason eitt ár eldri og helst meira klárir at taka ábyrgd. Um Vukason Nedeljkovic samstundis er leysur av skaðanum, sum hann stríddist við síðsta kappingarár og hevur somu styrki, sum tá hann kom til Føroyar fær sterki hevarin Oleksandr Dmytriiev fleiri møguleikar í álopsspælinum og harvið er ikki óhugsandi at ÍF kann gerast partur av oddastríðnum.

Líkt er til, at Fleyr verður samansett av nøkulunda sama líð sum síðsta ár og sama er galdandi fyri Ternuna. Tað er ikki óhugsandi, at Fleyr kann taka einkult stig frá SÍ og Mjølnir og rættuliga sannlíkt eisini ÍF, men neyvan nóg mikið til, at Fleyr verður partur av oddastríðnum.

Ternan heldur áfram at byggja eitt lið upp og spennandi verður at fylgja hesum liðnum í ár og síggja hvussu liðið mennist.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

53 Leygardagur 21. september 2024

Føroyar fingu frálíkt úrslit á talvolympiaduni í Budapest

18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol tryggjaði Føroyum javnleikin við sigri á fjórða borði, tá hinir tríggir vóru lidnir

Hesir telvaðu móti Sveis. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar fingu frálíkt úrslit á talvolympiaduni í Budapest hóskvøldið. Javnleikur 2-2 móti Sveis - mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara, og við miðalstyrkitali omanfyri 2500 - fær illa verið annað enn sera gott úrslit.

18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, tryggjaði Føroyum javnleikin við sigri á 4. borði, tá hinir tríggir vóru lidnir.

Unglingin á føroyska talvlandsliðnum er nú føroyskur toppskjútti í Budapest, og stendur í løtuni til at ganga fram meira enn hálvthundrað ratingstig.

Høgni Egilstoft Nielsen hevur eisini havt eitt gott OL higartil. Hann gongur eisini fram í rating, og møguleikin fyri tí síðsta IM-norminum er til staðar. Skuldi tað eydnast, hevði Høgni tryggjað sær heitið sum altjóða meistari - IM-ari. 

Føroyar (66)  -  Sveis (38) 2-2
GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM Yannick Pelletier (2536) ½-½
Høgni Egilstoft Nielsen (2379) - GM Min Li Peng (2514) ½-½
Rógvi Egilstoft (2278) - GM Nico Georgiadis (2510) 0-1
Luitjen Akselsson Apol (2219) - IM Oliver Kurmann (2421) 1-0

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn um dystin:

Á 1 borði varð talvið allan vegin innan fyri remismark. Mótstøðumaðurin offraði frúnna fyri rók, riddara og finnu. Afturfyri fekk hann trygga støðu uttan veikleikar, sum Helgi fekk gagnnýtt. Tað endaði sum vera man javnt við leikendurtøku.

Høgni spældi eina byrjan, sum ikki hevur besta orðið á sær. Komin undir trýst, gjørdi hann av at offra býtismun. Mótstøðumaðurin helt nú væl til standa, tók sær mestsum av løttum. Men smátt um smátt hevði Høgni styrkt so væl um sína støðu, at nú skuldi mótstøðumaðurin vera ansin. Tað var hann ikki. Eitt lítið mistak gav Høgna lítlan fyrimun. Síðani enn eitt lítið mistak, nú stóð Høgni uppaftur betur. Snildur býður stórmeistarin nú Høgna remis, hann blotnar og tekur av.

Rógvi telvaði aftur sín kæra c3-sisilianara. Hann offraði finnu og fekk ivaleyst av initiativi sum mótvirði. Hann fekk seinni finnuna aftur, og nú stóð á jøvnum. Men tá varð hann ov bjartskygdur við einari riddaraatgerð, sum var stórt mistak. Hvat Rógvi hevði yvirsæð, veit eg ikki, men nú var støðan tapt.

Luitjeni so líkt, stóð alt í einum eldi. Í einum skørpum sisilianara hevði hann roknað langt. Eftir blóðuga orrustu fekk hann tveir riddarar og bisp fyri tveir rókar. Finnurnar vóru nógvar, fimm í part, og tá er høvuðsreglan, at tað er høgligari at sita við løttu monnunum, sum Luitjen gjørdi. Báðir høvdu knappa tíð, men Luitjen varðveitti lítlan fyrimun í støðuni, tó at skotbráið at flyta var stutt. Honum eydnaðist at seta menninar væl á borðinum, bispurin stóð vardur, og riddararnir mestsum leiddust. Haraftrat fekk hann finnurnar á rull. Sveiskski mótstøðumaðurin var máttleysur. Væl telvað hjá okkara manni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

54 Leygardagur 21. september 2024

Vunnu á Suðurkorea

Høgni E Nielsen og Luitjen A. Apol vunnu síni talv - John Rødgaard telvaði javnt. Í dag verður spælt móti Sveits á talvolympiaduni

Frá vinstru Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyska talvlandsliðið vann mikukvøldið 2½-1½ á Suðurkorea á talvolympiaduni í Ungarn. Roknað var við einum jøvnum og spennandi dysti, og so var.

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði.

Føroyar standa í løtuni nummar 67 í røðini av teimum 188 londunum í kappingini.

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgnina frá dystinum:

Sterkasti suðurkoreanin spældi bæði væl og uppfinningarsamt við hvíta fólkinum í kongaindiskum. Men tá Helgi aftur hevði fingið tamarhald á støðuni, offraði mótstøðumaðurin mann fyri tríggjar finnur. Støðan er ring at meta um, men líkt er til, at javnvágin er í lagi kortini. Helgi offraði býtismun afturímóti, men tað var eitt mistak. Nú stóð mótstøðumaðurin væl, men loraði tó so mikið, at støðan var jøvn at kalla. Teir endaðu í einum fløktum rókaendatalvi, sum var ringt at spæla. Tekniskt var tað helst remis, men Helgi fann ikki røttu leikirnar, tá á stóð.

Mótstøðumaður Høgna telvaði ótradisjónelt. Høgni fekk ræðið á góðum puntum og hartil bispaparið. Tá ið hann setti trýst á miðjuna, gjørdi suðurkoreanin eitt grovt mistak. Høgni fekk nú avgerandi álop kongsmegin. So kom eitt rókaoffur og máthóttan, sum eingin verja var ímóti. Flott!

Eg spældi við svarta fólkinum eina uppsetan, sum eg leingi havi ætlað mær at royna. Men eg fór skeivur. Í staðin fyri góða støðu í endatalvi, sum eg hevði fyrigyklað mær, fekk mótstøðumaðurin góðan byr. Eg mundi mist alt á gólvið í tíðneyðini, men brádliga var mótstøðumaðurin óansin, og so fekk eg skákað hann uppísaman, og so var javnt. 

Luitjen stóð væl eftir byrjanarspælið. Við eitt helt eg, at hann hevði mistikið seg, men tá átti hann ein rimmarleik, sum bjargaði øllum. Nú helmaði hann ikki, fyrr enn hann setti mótstøðumannin skák og mát eftir eitt rókaoffur.

Suður Korea (96)  - Føroyar (66)  1½-

IM Junheyok Lee (2364)  -  GM Helgi Dam Ziska (2553)  1-0
IM Hongjin Ahn (2251)  -  Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0-1
Hungi Yun (2124)  -  IM John Rødgaard (2273)  ½-½
Kyungseok Lee (2044)  -  Luitjen Akselsson Apol (2219)  0-1

Tveir fram, tríggir aftur

Nú eftir sjey umfør eru tveir føroyskir telvarar, ið ganga fram í rating. Hinir tríggir ganga aftur. 

Størsta hálið higartil ger føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Hann gongur góð 21 stig stig fram sum er. Høgni Egilstoft Nielsen stendur eisini til framgongd. Helgi Dam Ziska stendur til størstu afturgongdina, 11,8.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum eftir sjey umfør er henda:

Helgi Dam Ziska 2½/6 (- 11,8)
Høgni Egilstoft Nielsen 4/7 (+ 6,8)
Rógvi Egilstoft 2½/6 (- 2,2)
John Rødgaard 2/4 (- 11)
Luitjen Akselsson Apol 3/5 (+ 21,6)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024

55 Leygardagur 21. september 2024

John hin drúgvi

John Rødgaard telvar á myndini sítt nítjanda OL í hesum døgum. Og tað er næstan met

(Mynd: Talvsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Innsent

Veteranurin á føroyska talvlandsliðnum, John Rødgaard, er ikki sum aðrir telvarar. 

Hann mettast ikki av talvolympiadunum. Hann hevur verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum í fjøruti ár. 45. talvolympiadan, sum í hesum døgum fer fram í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, er hansara nítjanda í røðini. 

Torført er at leita fram eftirfarandi hagtøl yvir telvarar á talvolympiadunum heilt frá byrjan í 1927 til í dag. Men til annað er prógvað, er okkara besta boð, at metið eigur stórmeistarin Eugenio Torre av Filipsoyggjum. Hann hevur 23 ferðir umboðað Filipsoyggjar á talvolympiadum. Aloftast á 1 borði. Fyrstu ferð í 1962, seinast í 2006. Hann er eisini við í ár, ikki sum telvari, men liðleiðari hjá Filipsoyggjum.

Og so er spurningurin, um John Rødgaard er næstur á hesum lista. Vit fáa tað til, at finski stórmeistarin Heikki Westerinen hevur 18 ferðir telvað olympiadu. Hjá honum eru fleiri ikki væntandi. Og so var ein annar, ið rann okkum til hugs; Bill Hook, sáli, sum seytjan ferðir umboðaði Bretsku  Moyaoyggjarnar.

John - stóri kveikjarin
John Rødgaard hevur havt ovurstóran týdning fyri føroyska telving. Tá ið hann í 1976 kom til Føroyar sum 21 ára gamal var hann longu heilt sterkur telvari. Upprunaliga kom hann ikki higar fyri at telva, men at spæla fótbólt. Hann hevði spælt við barndómsfelagnum Esbjerg ØB í Jyllandsseriuni, ið svarar til 5 deild í Danmark. Og av berari tilvild fekk hann tilboð um at fara til Føroyar at spæla við TB.

Tað gekk upp á stás, tí TB vann føroyameistaraheitið bæði í 1976 og aftur í 1977 við John sum týðandi spælara - og eisini venjara. Føroyingar vistu ikki, at danski TB-arin var nógv fremri sum telvari enn fótbóltsspælari. Í 1978 fór hann aftur til Danmarkar, men hjartað lá eftir í Føroyum, og í 1984 var hann aftur í Føroyum og í TB.

Men nú kallaði telvingin á hann. Talvsamband Føroya vildi vita, um hann var fúsur at koma á føroyska landsliðið, sum skuldi fara til Grikkalands á talv-OL. John játtaði.

Og hvat var hetta so fyri telvari, sum Føroyar nú høvdu ognað sær. Nøkur av brøgdum hansara tá: 

  • 1973: danskur unglingameistari
  • 1973: við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
  • 1975: DM-vinnari í snartalvi
  • 1979: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre
  • 1979: við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
  • 1980:  við í landsliðsbólkinum í árligu DM-kappingini
  • 1980: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre
  • 1981: DM-vinnari í snartalvi
  • 1981: DM-vinnari í landskappingini fyri lið við Nordre (14½ stig í 19 dystum á 2 borði)

Elddópur við lít
John Rødgaard gjørdi bart í sínum allarfyrsta dysti á føroyska landsliðnum. Føroyar telvaðu móti Fraklandi, sum hevði fyrrverandi heimsmeistaran Boris Spasski á fyrsta borði. Og talvið teirra millum endaði javnt. 

Hetta var annar fyrrverandi heimsmeistarin, sum John Rødgaard telvaði javnt ímóti. Í Evropa Cup dysti fyri Nordre í 1980 telvaði John remis móti hollendinginum Max Euwe, sum var heimsmeistari eitt skifti í 30-árunum.

John krýndi sítt frálíka avrik á olympiaduni í Saloniki í 1984 við fyrsta IM-norminum.

Síðani hevur John verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum. Tey fyrstu nógvu árini var hann okkara suvereni oddamaður, men nettupp hjávera Rødgaards í føroyskari telving hevur ivaleyst verið ein kveikjan fyri aðrar yngri føroyingar, ið nú fóru at seta sær størri mál í talvi. Tað endaði so við, at við fingu góðar telvarar undan, ið seinni hava yvirhálað lærumeistaran. Tað er lívsins gongd.

Øll árini, ið John búði í Føroyum, telvaði hann dúgliga í føroysku landskappingini fyri lið, og seinni var hann eisini við í FM-kappingini fyri einstaklingar. 

Met, ið seint verða tikin
Sum sagt er hetta nítjanda talvolympiadan hjá John Rødgaard. Komandi ár fyllir hann 70, men hann er framvegis íðin telvari, so hvør veit, um hann ikki eisini fær sítt tjúgunda OL um tvey ár. Um ikki yngri føroyskir telvarar tá hava skúgvað av trónuni veteranin, sum nú aftur hevur búsett seg í heimbýnum Esbjerg. Og í býarins felagi telvar hann á 1 borði í liðkappingini.  

John hevur nógvar landsdystir á baki fyri Føroyar. Hann hevur umframt OL eisini telvað EM, 8-landakappingar, so eru tað  kappingarnar fyri smátjóðir í Evropa og dystir móti Íslandi.

Landsdystarhagtøl John Rødgaards áðrenn OL í Ungarn vóru hesi:

305 landsdystir
Vunnið 105 talv
Remis 135 talv
Tapt 65 talv


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

56 Leygardagur 21. september 2024

Talv: Høgni fekk remis í maratontalvi

Talvið vardi í átta tímar. Teir vóru einsamallir eftir í salinum og bert kongarnir eftir á talvborðinum, tá slovenski stórmeistarin góðtók remis

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyar fingu harða mótstøðu á talvolympiaduni í Ungarn mánadagin. Vit telvaðu móti Slovenia, sum á sínum fremru borðum hevur tveir sterkar russiskar stórmeistarar, ið eru flýddir undan Putin.

Men í veruleikanum var tað har – á fremru borðunum – at dysturin stóð. Á aftaru borðunum formáddu vit okkum minni. Rógvi og John komu báðir í ókyrran sjógv, og tíðliga sást, at tap var í hendi hjá teimum.

Helgi hevði aftur eitt gott talv á fyrsta borði. Í avgerandi stundini, tá ið tíðin var knøpp hjá báðum, og støðan ógvuliga spent og dynamisk, kundi Helgi vunnið sær fyrimunin og spælt fyri sigrinum, men hann himpraðist, tá ið á stóð, og tað bøtti hann fyri stutt eftir.

Høgni stríddist meginpartin av talvinum við rygginum móti múrinum – aftur við svarta fólkinum (fyri fimtu ferð í seks dystum). At skula verja seg við heldur lakari støðu móti so sterkum telvara, krevur sín mann. Tú verður trýstur í botn á øllum parametrum.

Talvið vardi heilar 146 leikir (tá hava báðir flutt 146 ferðir). Og tá høvdu teir sitið ikki færri enn átta tímar. Russiski stórmeistarin góðtók ikki remis fyrr enn bara kongarnir stóðu eftir á borðinum. Tá var eingin annar telvari eftir í øllum salinum. Ein frálíkt avrik hjá Høgna. Likamliga orkan, ið hann hevur sum royndur ítróttarmaður, mundi koma honum væl við hesaferð.   

Føroyar (66)  -  Slovenia (26)  ½-3½

GM Helgi Dam Ziska (2553)  -  GM Vladimir Fedoseev (2692)  0-1
Høgni Egilstoft Nielsen (2379)  - GM Anton Demchenko (2597)  ½-½
Rógvi Egilstoft (2278)  -  GM Matej Sebenik (2515)  0-1
IM John Rødgaard (2273)  -  Matic Lavrencic (2360) 0-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2024

57 Leygardagur 21. september 2024

Vunnu 4-0 á Irak

Minniligi 4-0 sigurin á irakum í seinasta umfari á talvolympiaduni í Moskva fyri tretivu árum síðani, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, varð endurtikin farna vikuskiftið

Tað gekk upp á stás hjá førosku telvarunum sunnudagin . 4 - 0 móti Irak - uttan stórmeistaran á liðnum. F.v. Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft og John Rødgaard.
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyar vundu úr Irak í fimta umfari á talvolympiaduni í Budapest sunnudagin.

Minniligi 4-0 sigurin á irakum í seinasta umfari á talvolympiaduni í Moskva fyri tretivu árum síðani, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, varð endurtikin hesaferð.

At Føroyar - uttan stórmeistaran Helga Dam Ziska á liðnum - vinna heili 4-0 á liði, sum hevur yvir 2160 í miðalstyrkitali, mundi fáur vænta.

Men tað hefti ikki fyri á nøkrum borði; Høgni, Rógvi, John og Luitjen telvaðu allir væl og vunnu sannførandi.

Helgi hevði fingið sær frí henda dagin, so Høgni flutti fram á 1. borð. Tað bar í sær, at hann mátti telva við svarta fólkinum fyri fjórðu ferð í fimm dystum. Tað bleiv Fýra Riddaraspæl við Glek-frábrigdinum, men Høgni vísti munandi meira flair og fatan fyri støðuni, og varð skjótt omaná.

John telvaði sisilianskt við svørtum, hvítur valdi afturlatna frábrigdið. Hvítur royndi seg við álopi kongsmegin, men John dugir at verja seg, so hin fekk ikki glið á atsóknina. John telvaði seg upp frúgvarmegin og var brátt við yvirlutan.

Luitjen hevði eitt umleypandi talv á fjórða borði. Hann stóð væl, men var óneyvur, tað gagnnýtti hin við góðum leikum, og fekk fyrimunin í opnu og taktiskt løddu støðuni, men Luitjen kom hegnisliga afturíaftur, og snýtti mótstøðumannin við góðum spæli seinasta triðingin av talvinum.

Rógvi sat aftur í dag eftir sum tann síðsti av føroysku telvarunum, men honum eydnaðist at vinna endatalvið við frúgv móti frúgv og finnuyvirvág móti manni við sama navni sum víðgitin egyptiskur fótbóltsspælari.

Irak (105) - Føroyar (66) 0-4
IM Ali Hussein (2122) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0-1
Mohammed Salah (2180) - Rógvi Egilstoft (2278) 0-1
Ali Akar Salih (2174) - IM John Rødgaard (2273) 0-1
Ahmed Alothman (2161) - Luitjen Akselsson Apol (2219) 0-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

58 Leygardagur 21. september 2024

Tvey remis móti Rumenia

Rumenska landsliðið er krútsterkt, so tveir javnleikir - báðir við hvíta fólkinum - er góðkent avrik. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft telvaðu javnt, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol taptu

Hesir fýra telvaðu móti sterka rumenska landsliðnum. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. Standandi sæst John Rødgaard. (Mynd: Trine Treppedahl)
SkrivaÐ:

Innsent

Helgi hevði sterkasta rumenska telvaran ímóti sær leygardagin. Bogdan Deac var undurbarn í talvi og stórmeistari longu 14 ára gamal. Nú er hann 22 ár og í topp 40 í heiminum. Í vár vann hann sterku Reykjavík Open í stórum stíli. Helgi tóktist vera á heimavølli í talvinum, og javnvágin skakaðist ongantíð. Flott.

Á øðrum borði hava teir ukrainskan stórmeistara, sum fyrr hevur telvað á ukrainska landsliðnum, men fyri tveimum árum síðani skifti hann tjóðskap, og gav seg undir rumenska landsliðið. Høgni varð tikin á bóli tíðliga í talvinum, og syftur um koll í eini knappari vending.

Á triðja borði er royndasti telvarin á rumenska landsliðnum. Lupulescu hevur fimm ferðir verið rumenskur meistari, men hann stríddist til fánýtis móti Rógva, sum hesaferð var mentur at standa ímóti í ógvuliga drúgvum talvi.

Á fjórða borði er Dieter Nisipeanu. Hann umboðaði Týskland frá 2014 til 2023, tá vendi hann aftur til heimlandið. Árini frammanundan var hann fastur fúsur á týska OL-liðnum, og í 2017 vann hann týska meistaraheitið fyri einstaklingar.

Føroyar (66) - Rumenia (18) 1-3
GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM Daniel-Bogdan Deac (2680) ½-½
Høgni Egilstoft Nielsen (2379) - GM Kirill Shevchenko (2673) 0-1
Rógvi Egilstoft (2278) - GM Constantin Lupulescu (2590) ½-½
Luitjen Akselsson Apol - GM Liviu-Dieter Nisipeanu (2580) 0-1

John Rødgaard skrivaði soleiðis úr Budapest leygardagin:

Dagurin í dag var læruríkur.

Kanska ikki endiliga talvið á 1 borði. Har sóu vit tveir sterkar stórmeistarar í einum jøvnum talvi. Hvørgin tóktist nakrantíð vera við yvirlutan.

Talvið hjá Høgna líktist einari av uppgávunum, sum vit høvdu fyri undir venjingunum til OL. Tá samdust vit um, at finna d5 (12 leikur) er sera vandamikið, og sleppur frúgvin yvir á h5, hevur hvítur mestsum vunna støðu. Hetta visti Høgni, og leitaði tí eftir frávikum, men fann einki munagott. Talvið fylgdi í stórum tí, sum teldan hevur sum bestu leikir. Ein bjarging er í trettanda leiki, sum eg eri vísur í, at Høgni flytur eina aðru ferð.

Mótstøðumaður Rógva spældi hin sera instruktiva leikin 13.-, exf6. At síggja til er ikki beint at lata hvítan fáa eina frífinnu í miðjuni, men leikurin gevur svarta fólkinum meiri rørslu og rúmd, og til endans vann hann finnuna. Kortini vóru remis-møguleikar hjá Rógva. Í 42 leiki mátti hann taka eina torføra avgerð. Skuldi hann sleppa sær undan rókauppbýti? Kanska var tað remis, man so kundi eisini vera tap í hendi. Rógvi tók kjansin og býtti upp. Men stórmeistarar kunnu eisini fara skeivir, sama um lítið er eftir av fólki á borðinum. Tað endaði við, at Rógvi hevði frúgv móti frúgv og riddara og fekk ævigt skák.

Luitjen endaði umvegis aðra raðfylgju í einari støðu, sum minnir um eitt frábrigdi í katalanskum (tó við finnu á g2 heldur enn g3). Mótstøðumaðurin spældi soleiðis, sum mælt verður til í hesum støðum. Hvítur fær tá vandamikið álop, men óvist er, um komandi er ígjøgnum verjugarðin. Svartur fær tó ofta varandi veikleikar í støðuni, sum hvítur kann gagnnýta í endatalvinum. Møguleikarnir hjá svørtum (í hesum føri Luitjeni) valdast um hann nær at fáa nøktandi mótspæl í hinum borðinum, og tað er ikki altíð so lætt. Hesar støðurnar eru torførar at telva við svarta fólkinum, tí minsti óneyvleikin kostar, og tað hendi so eisini í dag.

Støðan eftir fjórða umfar er tann, at Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt tveir. Vit eru nummar 75 í røðini av teimum 187 liðunum í kappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

59 Leygardagur 21. september 2024

Knógvaðu Palestina

Føroyar vunnu tepran sigur á Palestina í triðja umfari á talvolympiaduni í Budapest farna fríggjadag

Føroyska talvlandsliðið í dystinum móti Turkalandi í farnu viku. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi
SkrivaÐ:

Innsent

Sum væntandi var, gav mótstøðuliðið okkum dyggari mótstøðu enn rating og styrkismeting geva ábendingar um. Hóast internet og telda geva ungum spírum nýggjar møguleikar fyri venjing og sjálvlestri, eru møguleikarnir og ráðini fyri luttøku í kappingum í útlondum avmarkaðir.

Til endans sat Helgi Dam Ziska eftir við síðsta talvinum. Hann kundi tryggja Føroyum sigurin, vann hann, og tað eydnaðist eisini til endans.

Palestina (114) - Føroyar (66) 1½ - 2½
Mohamed Allam (2053) - GM Helgi Dam Ziska (2553) 0 - 1
Mohammed Seder (2116) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0 - 1
IM Christian Yunis (2220) - Rógvi Egilstoft (2278) 1 - 0
Ahmad Wahab Abdel (1995) - IM John Rødgaard ½ - ½

John Rødgaard sendi hesa frásøgnina:

Palestina er munandi framfarið, síðan vit seinast møttu teimum. Ljóðar tað sum ein skøvað pláta? Mótstøðumaður mín hevði 1995 í rating. Vit fluttu 31 leikir hvør. Leikirnir, sum mótstøðumaðurin sjálvur mátti finna uppá (nógv var teori) vóru alt leikir, sum teldan hevur í uppskoti sum teir bestu. Tá er ikki lætt at vinna.

Hetta mátti Helgi sjálvur sanna. Eg eri vísur í, at mótstøðumaðurin hevði greiðan fyrimun eitt skifti. Í tíðneyðini ætlaði hann at vera øgiliga snildur, men hevði tá forroknað seg. Game over!

Mótstøðumaður Høgna royndi seg í sera ivasomum frábrigdi í fronskum, sum eg sjálvur einki álit havi á. Høgni gjørdi sær tað ikki torførari enn neyðugt. Hann offraði mann, og so var frítt at fara inn í fíggindans land. Tá var vónleyst at verja seg móti skotríðunum.

Rógvi brendi seg av býttum fingramistaki at byrja við. Eg havi sjálvur verið í hansara støðu. Vantrúgvin mutlar tú fyri teg sjálvan, at hetta fær ikki verið satt. Men tíverri, soleiðis var. Tann besta finnan reyk, og eftir tað stóð støðan ikki at bjarga.

Í leikhøllini í dag stóðu fýra stórar hurðar víðopnar út móti uttandura nátthúsvognunum. Gjósturin var so nógvur, at eg sat kaldur og telvaði. Ússaligur var eg framman undan, so komandi dagarnar mugu ungu menninir manna liðið. Og tað klára teir saktans.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2024

60 Leygardagur 21. september 2024

Føroyingar runnu hálvt maraton í Keypmannahavn

65 ára gamla Bjørg Hofgaard fekk blómutyssi og heilsan

Bjørg er júst komin á mál og hvistur heilsa henni
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna sunnumorgun var Keypmannahavn karmur um hálvt maraton, sum ítróttrafelagið Sparta stendur fyri.

Út við 30.000 luttakarar vóru, og eisini var Jakob Ingebrigtsen, norski OL-vinnarin á 5.000 metrum í summar, ímillum tey sum luttóku.

Veðrið í Keypmannahavn var gott, eini 20 stig, og 2-3 m/s, og gøturnar vóru fullar av áskoðarum, ið gjørdu sítt til at tiltakið eydnaðist væl, so umstøðurnar vóru sera góðar.

Fleiri føroyingar vóru við, og lótu flestu teirra sera væl at tiltakinum.

Eitt var tó, sum gjørdi tiltakið heilt serligt fyri Hvistuna, ið er rennifelagið úr Suðuroynni. Tey vóru 20 luttakarar, ið vóru við, men tað sum gjørdi alt tiltakið heilt serligt var, at ein av limunum í Hvistuni, Bjørg Hofgaard, sum tann seinasti rennarin kom á mál, og kláraði at gjøgnumføra teir 21,1 kilometrarnar, og varð fagnað við blómutyssi og heilsan.

Bjørg er 65 ára gomul, og hevur verið virkin limur í Hvistuni síðani felagsskapurin byrjaði.

Tá heiðursmerkið varð handað Bjørg, og hon var avmyndað, handaði hon Siri Andriasardóttir blómutyssið, og spurdi um hon kundi fáa tað til Hotel Tórshavn, sum eina heilsan til tey, ið eru har í sjúkraørindum. Siri tók í móti, og fekk blómutyssið í felagshølini á Venøgade.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

61 Leygardagur 21. september 2024

Mannfall í nevndini í RSF

Av persónligum ávum hava tríggir av einans fýra nevndarlimum í róðrarsambandinum biðið um at vera loystir frá nevndaruppgávum. Í fleiri ár hevur tað verið trupult at fáa nýggj fólk í nevndina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánakvøldið 30. september hevur nevndin í Róðrarsambandinum kallað øll róðrarfeløg inn til eykaaðalfund. Einasta mál á skránni er nevndarval.

Tríggir av verandi nevndarlimum hava nú, vegna persónligar orsøkir, biðið um at verða loystir frá nevndaruppgávunum sum skjótast. Harímillum forkvinnan, Annika V. Dalsgarð, og næstforkvinnan, Elsa Magnussen.

Í fleiri ár hevur Róðrarsambandið havt trupulleikar við at fáa nýggj fólk í nevndina, sum sambært lógum sambandsins eigur at telja seks limir. Í løtuni eru tó einans fýra nevndarlimir, og hetta hevur lagt eitt óneyðugt stórt arbeiðstrýst á tey fáu, sum manna nevndina.

Øll limafeløgini fingu kunning um støðuna 19. juli, og eru biðin um at finna nýggj fólk til nevndina í Róðrarsambandinum (RSF). Freistin at senda inn uppskot er mikudagin 25. september.

Føroyskur kappróður og luttøka í inniróðri hevur havt undanvind seinastu árini, og tí er tað  hugstoytt at síggja, at áhugin fyri at sita í nevnd er minkandi, skrivar rsf.fo.

[object Object]
Annika V. Dalsgarð, skjótt fyrrverandi forkvinna í Róðrarsambandinum (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2024

62 Leygardagur 21. september 2024

Silvur til Gunnar

Farna vikuskiftið luttók 59 ára gamli vágbingurin, Gunnar Hjelm, í DM í bodybuilding í Herning

 
SkrivaÐ:

Innsent

Bodybuildarin Gunnar Hjelm var farna leygardag í finaluni í DM fyri master.

Gunnar royndi seg í tveimum flokkum, +50 ár og +60 ár.

Í flokkinum +60 ár bleiv Gunnari nummar tvey, og fekk sostatt silvur fyri sítt avrik í DM.

Í flokkinum +50 ár rakk tað til eitt fjórða pláss.

DM Kappingin í bodybuilding og fitness gekk fyri seg í MCH Herning Kongrescenter.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2024

63 Leygardagur 21. september 2024

Edmund Joensen 80 ár

Hósdagin fylti Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins, 80 ár

Edmund Joensen á fólkatingsvalinum 2022, tá abbadóttir hansara, Anna Falkenberg, varð vald á fólkating (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Nøvn / Sambandsflokkurin

Hann hevur verið bygdaráðslimur, fólkatingsmaður, løgtingsmaður, floksformaður, tingformaður og løgmaður. Hann hevur við øðrum orðum sitið í øllum teimum ovastu sessunum í politisku skipanini.

Edmund varð fyrstu ferð valdur í løgtingið á valinum í november 1988, og næstu árini gekk tað skjótt við ferðini uppá politiska tindin. Longu í 1990 bleiv hann floksformaður og fýra ár seinni var hann løgmaður.

”Tað var fyri mær sum at eingin tordi at taka løgmansstarvið á seg,” hevur Edmund onkuntíð sagt um tað at taka við landsins leiðslu í ringastu kreppuárunum. Har var eingin trokan um sessin, men onkur skuldi gera tað. Sjálvur hevði hann meira enn nokk at gera sum vinnulívsmaður, og hevði tí ongar ætlanir um at gerast løgmaður, men soleiðis bleiv tað.

Eftir løgtingsvalið í 2002 gekk illa hjá táverandi samgonguflokkum at semjast um at velja løgtingsformann, og tað endaði við, at Edmund, sum andstøðutingmaður, bleiv valdur til løgtingsformann, og tann sessin røkti hann í 6 ár.

Fyrstu ferð Edmund bleiv valdur á Fólkating var í 1994, men tá var hann løgmaður, og tí var tað varamaðurin, ið røkti fólkatingssessin tey árini. Men hann varð valdur aftur á Fólkating í 2007, og sat tá í tvey valskeið til 2015, og síðani varð hann aftur fólkatingsmaður frá 2019 til 2022, tá hann valdi ikki at stilla uppaftur.

Eitt sum hevur eyðkent Edmund í øllum sínum mongu politisku sessum er, at hann hevur sett síni týðiligu fingramerki eftir seg, og hevur verið við til at flutt Føroyar framá.

Hóast hann legði tað politiska arbeiði frá sær í 2022, so gavst hann tó ikki við sínum virkisfúsa arbeiði. Hann hevur síðani tá arbeitt við stóra projektinum, sum er at gera eina náttúrulund við Streymin og eisini hevur hann røkt onnur áhugamál.

Sambandsflokkurin ynskir Edmundi hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum, og takkar fyri trúgva tænastu fyri flokkin.

Sambandsflokkurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2024