Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 14. september 2024 | Nr. 37 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Fólkaflokkurin buldrar fram

SíÐa 2

1 Leygardagur 14. september 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Óhomogen veljarafjøld

Komið er út á heystið, og áðrenn vit vita av, er hetta valskeiðið hjá løgtinginum hálvrunnið.

Og lítið bendir á, at tað fer at eydnast núsitandi landsstýri at sannføra veljarar sínar um, at tað var ein skilagóð avgerð at geva Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn meirilutan á tingi í eitt skeið afturat eftir komandi løgtingsval um góð tvey ár.

Í veljarakanningini, sum í dag verður kunngjørd her í blaðnum, hevur sitandi samgonga mist alt á gólv eftir góða valið í desember 2022. Sjálvt við hjálp frá Miðflokkinum, so hevði tað ikki eydnast teimum at hildið fram, tí teir báðir stóru borgarligu andstøðuflokkarnir standa til at fáa tryggan meiriluta á tingi – 18 tingfólk tilsamans.

Og tað er Fólkaflokkurin, ið dregur veljararnar til sín. Enn ein dygg álitisváttan til unga nýgifta formannin, sum verður ógvuliga trupul at koma uttan um, tá løgmaður skal veljast eftir komandi løgtingsval.

Nógv bendir á, at vit gott longu nú skulu venja okkum við, at tað enn einaferð verður ein fullkomin útskifting í landsstýrismanningini eftir komandi løgtingsval. Og harvið enn einaferð tað ikki serliga mennandi skiftið millum javnaðin og tjóðveldið øðrumegin og sambandið og fólkaflokkin hinumegin við neyðugum stuðli úr miðjuni, sum áhaldandi skiftast um at stýra landinum og støðugt mótarbeiða hvørjum øðrum.

Vit hava áður víst á her á staðnum, at henda polariseringin hvørki er heppin ella gagnlig.

Tað eitt sindur óhugnaliga við hesi nýggjastu kanningini er tó, hvussu polariserað politiska landslagið er vorðið millum bygd og bý.

Vóru tað borgararnir í Tórshavnar kommunu, sum einsamallir mannaðu tingið, so kundi núverandi stýrið róliga hildið fram, hóast samlaðu afturgongdina. CEF-flokkarnir fáa 56 prosent av atkvøðunum í Havn.

Hinvegin táa teir einans 29 prosentav atkvøðunum uttan fyri Havnina, har ABH-flokkarnir sita á heili 68 prosentum av atkvøðunum.

Undarligt, at polariseringin einans styrkist. Serliga tí vit hesi seinastu árini hava brúkt nógva orku í at útbyggja samferðslu og undirstøðukervi, og tí átti miðstaðarøkið at verið ein nógv meira integrerað og samansjóðað eind nú enn tað var fyrr, nú størstiparturin av landsins íbúgvum hava undir trý korter at koma til høvuðsstaðin.

Hetta átti at havt við sær, at veljarafjøldin onkursvegna gjørdist meira homogen – líktist hvørjum øðrum, so at skilja, at býtið millum tær politisku áskoðanirnar ikki varð tengt at, hvørjum postnummari veljarin býr í.

Men støðan tykist at vera øvugt, og tað er at undrast stórliga yvir.

Og tað er á ongan hátt gagnligt fyri menningina av landinum, at so stórur munur er á áskoðanunum. 

(prosenttøl rættað kl. 10.18)

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6690

    Lisnar síður: 21908

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 14. september 2024

Fólkaflokkurin buldrar fram

Sambært nýggjastu veljarakanningini fáa teir báðir borgarligu andstøðuflokkarnir 18 umboð á tingi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gongur av álvara framá við undirtøkuni til Fólkaflokkin. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at flokkurin nú er 10 prosentstig størri enn á valinum í desember 2022. Tað svarar til eina framgongd á heili 52 prosent!

Í mun til seinastu Spyr-kanning hjá Blaðnum, ið varð gjørd í mai mánaði, gongur Fólkaflokkurin fram við 2,3 prosentstigum, svarandi til vøkstur á næstan 9 prosent.

Tey 28,8 prosentini, sum flokkurin fær í kanningini, sum varð gjørd mikukvøldið, gevur Fólkaflokkinum 10 sessir á tingi um løgtingsval var nú. Í løtuni hevur flokkurin seks sessir í løgtinginum.

Hetta er tó ikki tann størsta undirtøkan, sum Fólkaflokkurin hevur fingið í veljarakanningum síðan seinasta val. Í kanningini, sum varð gjørd í november í fjør, fekk flokkurin 29,5 prosent, sum eisini gav 10 tingsessir.

Við núverandi undirtøku kunnu teir báðir stóru borgarligu flokkarnir skipa samgongu tveireinir, enntá við eini marginu.

Nýtt samband og afturgongd

Sambandsflokkurin er næststørstur í kanningini. Sambandsflokkurin fær 22,2 prosent og 8 tingsessir, ein fleiri enn nú. Talan er um ein vøkstur á 2,2 prosentstig til Sambandsflokkin, ið sostatt ikki veksur nærtil so nógv sum hin borgarligi andstøðuflokkurin.

Síðan seinastu kanning í mai mánaði, gongur Sambandsflokkurin enntá eitt vet aftur, úr 22,5 til 22,2 prosent. Eitt tekin um, at tað ikki hevur gagnað undirtøkuni hjá Sambandsflokkinum, at flokkurin kom við einum politiskum útspæli – ‘Nýtt Samband’ – beint eftir ólavsøku, har flokkurin redefineraði støðu sína sum samríkisflokkur.

Løgmansflokkurin triðstørstur

Triðstørsti flokkurin í løguni, Javnaðarflokkurin, hinvegin, gongur eitt vet fram í mun til seinastu veljarakanning. Men 20,4 prosent er framvegis rættiliga nógv minni, enn flokkurin fekk á løgtingsvalinum fyri skjótt tveimum árum síðani, tá flokkurin gjørdist størstur við 26,6 prosentum.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa sjey tinglimir valdar, tað er ein afturgongd á tveir.

Tjóðveldið missir undirtøku, og fær nú undirtøku frá 13,2 prosentum, og so lágt hevur flokkurin ongantíð ligið síðan samstarvið við regluligum veljarakanningum millum Spyr.fo og Portalin byrjaði í 2020.

Í eini kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í desember í fjør, lá Tjóðveldi undir 14 prosentum, men tað var ikki nóg ringt til at geva flokkinum einans fýra tingsessir, sum flokkurin stendur at fáa sambært nýggjastu kanningini.


Sjálvstýrið er nú á 1,3 prosentum, sama sum seinast, og nær ikki upp um tinggáttina.

Bæði Framsókn og Miðflokkurin fáa eitt vet betri undirtøku enn við seinastu kanning, men standa báðir framvegis til at fáa tvey umboð á tingi.

Miðflokkurin hevur nú eitt vet størri undirtøku enn á løgtingsvalinum, og Framsókn eitt vet lægri.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum spyr.fo gjørdi mikukvøldið í hesi vikuni. Av teimum 500 spurdu eru enn næstan 11 prosent, sum ikki hava tikið støðu til, hvat tey fara at velja.

Ógvusligur munur millum bý og bygd

Eitt, sum er rættiliga merkisvert við kanningini er, hvussu stórur munurin er millum bygd og bý, serliga tá hugt verður eftir Fólkaflokkinum.

Um tað einans verður hugt eftir veljarunum, sum búgva í høvuðsstaðarkommununi, so fær Fólkaflokkurin einans 12 prosent av atkvøðunum. Fólkaflokkurin kemur sostatt á fimta plássi í Tórshavnar kommunu.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru størstir í Havn við 26 prosentum, síðan kemur Tjóðveldi við 17 og Framsókn við 13 prosentum, meðan Miðflokkurin eigur 6 prosent av veljarunum í Tórshavn og Sjálvstýrið 0 prosent.

Fólkaflokkurin yvir 40 prosent ‘á bygd’

Hyggja vit at undirtøkuni í ‘restini av Føroyum’, so eigur Fólkaflokkurin heili 41 prosent, meðan Sambandsflokkurin fær 19, Javnaðarflokkurin 16, Tjóðveldi 11, Miðflokkurin 8 og Framsókn og Sjálvstýri 2 prosent.

Hesi tølini skulu takast við varni, tí óvissan her er størri enn í samlaðu uppgerðini, um 5 prosent.

Um vit skeita niður í tølini frá seinastu veljarakanning í mai, so gongur Fólkaflokkurin ógvusliga aftur í Havn og ógvusliga fram uttan fyri Havnina. Sambandsflokkurin fær stóra framgongd í Havn og afturgongd á bygd.

Javnaðarflokkurin gongur fram í Havn og eitt vet aftur á bygd, meðan Tjóðveldi gongur aftur bæði í og uttan fyri Havnina. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2024

3 Leygardagur 14. september 2024

Løgreglan í Føroyum ávaraði grønlendingar um Watson

Danska løgmálaráðið varð kunnað áðrenn Paul Watson varð handtikin í Nuuk í juni. Løgmálaráðharrin var í samráð í rættarnevndini á fólkatingi í vikuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var løgreglan í Føroyum, sum ávaraði løgregluna í Grønlandi um, at Paul Watson var á veg í grønlendskan sjógv umborð á skipinum John Paul de Joria í juli.

Hetta kom fram, tá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hósdagin var í samráði við rættarnevndina á fólkatingi um júst málið um at útflýggja umhvørvisaktivistin til Japans at verða rættarsøktur.

Politisk forfylging?

Tað var Carl Valentin úr Socialistisk Folkeparti, sum hevði kallað ráðharran í samráð í nevndini. Og tað var vinstravongurin, SF, Enhedslisten og Alternativet, ið vóru virknast í samráðnum at seta spurningar og argumentera fyri, at her kann vera talan um politiska forfylging.

Løgmálaráðharrin helt fast um, at danski staturin leggur dent á at fylgja reglunum, sum eru galdandi í sambandi við, at altjóða handtøkuboð verða send út, og at tað er tað, sum er gjørt í hesum føri.

- Vit hava hópin av gerningsmonnum, sum vit ynskja at rættarfylgja, sum fjala seg í øðrum londum. Tí hevur tað stóran týdning at henda skipanin fungerar, og at vit eisini bera okkum rætt at, tá tað ræður um at útflýggja rættarsøkt fólk til onnur lond.

[object Object]
Peter Hummelgaard í samráði hósdagin (Skíggjamynd: ft.dk)

Bíða eftir svari úr Grønlandi

Peter Hummelgaard greiddi frá, at danska løgmálaráðið hevur viðgjørt umbønina um úflýggjan til Japans gjølla. Fyribils niðurstøðan er nú send til grønlendsku løgreglumyndugleikarnar fyri at kanna og koma við einum tilmæli, serliga við atliti til grønlendsku lóggávuna um útflýggjan av fangum, sum ikki er tann sama sum í Danmark.

- Tá vit hava fingið eina afturmelding úr Grønalndi, taka vit endaliga støðu um Paul Watson skal útflýggjast til Japan ella ikki, segði løgmálaráðharrin.

Hann vísti á, at tað er av týdningi í slíkum førum, at tað ikki verður talan um brot á mannarættindasáttmálan. Og um mett verður, at talan einans hevur verið um politiskt virksemi, so skal hann heldur ikki útflýggjast.

- Men politiskt virksemi loyvir ikki nøkrum at brúka harðskap ella herverk í sínum virksemi, legði hann afturat.

[object Object]Sjúrður Skaale í samráðnum hósdagin. Til høgru Søren Egge Rasmussen úr Enhedslisten (Skíggjamynd: ft.dk)

- Vinnulig hvalaveiða er ólólig

Søren Egge Rasmussen frá Enhedslisten grundgav fyri, at talan er um politiskt virksemi, og at málið eisini er firnað, tí talan er um eitt mál frá 2010.

- Ein dómur í Haag hevur staðfest, at japanska hvalaveiðan er vinnulig. So tað er ikki satt, tá Japan sigur, at talan er um vísundaligt virksemi, sum teir fremja í Suðuríshavinum. Vinnulig hvalaveiða er ólólig, og tí er virksemið hjá Paul Watson politiskt, segði umboðið hjá Enhedslisten.

Sascha Faxe úr Alternativet var mest áhuga í at vita, hvør ið tað var, sum hevði tikið stigið til at handtaka Paul Watson, tá skipið hjá felagsskapi hansara legði at í Nuuk fyri at bunkra 21. juni.

Føroyingar kunnaðu sínar starvsfelagar

Aðru ferð hon spurdi, upplýsti løgmálaráðharrin, at tað var løgreglan í Føroyum, sum hin 12. juni sendi eina fráboðan – ‘efterretning’ – til løgregluna í Nuuk um, at tey høvdu staðfest, at skipið John Paul de Joria hevði loyst í Dublin og hevði sett kós móti Grønlandi fyri at sigla vestur í Kyrrahavið umvegis útnyðringsfarleiðina.

- Eg havi als onga orsøk til at hava illgruna um, at føroyska løgreglan arbeiðir politiskt, segði ráðharrin upp á fyrispurning.

- Løgreglan í Føroyum kunnaði bara sínar starvsfelagar í Nuuk um, hvat tey høvdu fingið frænir av.

Løgmálaráðharrin upplýsti eisini, at danska løgmálaráðið varð kunnað um hetta áðrenn handtøkuna, og hevði, sum skilst, ikki sett seg ímóti, at Paul Watson varð handtikin.

- Notoriskur brotsmaður

Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, luttók eisini á samráðnum, og grundgav í fleiri viðmerkingum fyri, at sjálvandi skal Watson útflýggjast, tí talan er um ein notiriskan brotsmann, ið ikki arbeiðir fyri at verja hvalastovnin, men bara fyri seg sjálvan, og sum hevur verið til stóran vanda, eisini fyri donsku løgregluna í sínum virki í Føroyum.

Les eisini aðrar greinir um handtøkuna av Paul Watson:

12. juli: Paul Watson kemur ikki til Føroya við skipi kortini

21. juli: Stóðu fyri Paul Watson tá hann kom til Nuuk

22. juli: Paul Watson varðhaldsfongslaður í hálva fjórðu viku

27. juli: Danska løgmálaráðið umhugsar at útflýggja Paul Watson

01. august: Japan biður Danmark um at fáa Watson útflýggjaðan

04. september: Varðhaldsfongslingin longd til 2. oktober



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

4 Leygardagur 14. september 2024

Kári Johansen úr Javnaðarflokkinum í Framsókn

Býráðspolitikkarin í Havn boðar frá, at hann stillar upp á listanum hjá Framsókn til komandi býráðsval

Kári Johansen og Heðin Mortensen á valinum í 2020. Hesaferð vera teir ikki á sama lista (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar.

Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði.

- Eftir at hava hugsa meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval tann 12. november, sigur hann.

- Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn.

Kári Johansen fekk 268 atkvøður á kommunuvalinum í 2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

5

Størv

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024
6 Leygardagur 14. september 2024

Tróndur Sigurðsson ikki á Javnaðarlistanum

Hann varð næstvaldur fyri flokkin í Tórshavnar kommunu á seinasta kommunuvali, men sambært Norðlýsinum verður hann ikki á Javnaðarlistanum í november

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tróndur Sigurðsson, sum á seinasta kommunuvali fekk næstflestar atkvøður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, stillar ikki upp fyri flokkin á komandi vali.

Tað siga keldur við Norðlýsið, eftir at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði uppstillingarfund hóskvøldið.

Á seinasta kommunuvali fekk Tróndur Sigurðsson 882 atkvøður.

Bjørg Dam og Súna Mørk, sum vórðu vald inn í býráðið á javnaðarlistanum seinast, hava tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur. Saman við Kára Johansen eru tað sostatt fýra býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum, ið ikki stilla uppaftur á javnaðarlistanum til komandi val.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2024

7 Leygardagur 14. september 2024

16 fólk á listanum hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Av teimum, ið umboða Tjóðveldi í býráðnum í løtuni, er tað bert Elsa Berg, ið stillar upp aftur. Men onnur kend andlit úr býráðspolitikki eru við, boðar flokkurin frá

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Átta menn og átta kvinnur eru á listanum hjá Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt breitt úrval av fólki, tá tað snýr seg um aldur, áhugamál og onnur viðurskifti, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Av teimum, ið umboða Tjóðveldi í býráðnum í løtuni, er tað bert Elsa Berg, ið stillar uppaftur. Men onnur kend andlit úr býráðspolitikki eru við.

Hildur Eyðunsdóttir umboðaði Tjóðveldi í Tórshavnar býráð árini 2000-2008. Somuleiðis eru Jón Kragesteen og Gunnar Djurhuus við, sum hava verið í býráðnum fleiri ferðir seinastu fýra árini sum eykavaldir.

Kend andlit eru eisini úr landspolitikki, eitt nú Liljan Weihe, ið umboðar Tjóðveldi á løgtingi, og Annita á Fríðriksmørk, ið somuleiðis hevur umboðað flokkin í nógv ár á løgtingi.

Listin
Anja Weyhe
Annita á Fríðriksmørk
Bergdís Ester Gísladóttir Jensen
Brandur í Dali
Elsa Berg
Gunnar Djurhuus
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Hildur Eyðunsdóttir
Jan Klein Olsen
Jón Kragesteen
Liljan Weihe
Mads Andrias Winther
Mourits Joensen
Ottar í Funningsstovu
Ólavur Jóannesarson Hansen
Rannvá Jakobsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2024

8 Leygardagur 14. september 2024

Fá floksskifti í Tórshavnar býáð

Søguliga hava tað verið lutvíst fá flokskifti í Tórshavnar býráð seinastu árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin boðaði Kári Johansen frá, at hann stillar upp fyri Framsókn á kommunuvalinum í november. Hann hevur verið býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð hetta skeiðið.

Søguliga hava tað verið lutvíst fá flokskifti í Tórshavnar býráð seinastu árini. Verður hugt at kommunuhagtølunum hjá valurslit.fo í Tórshavnar kommunu, sum ganga aftur til kommunuvalið í 1988, so eru tað ikki nógvir politikarar, sum hava umboðað fleiri flokkar ella listar í høvuðsstaðarkommununi.

Hesi hava umboðað ymiskar flokkar ella listar síðani 1988:

Ingi Mohr: Uttanflokkalistin og Fólkaflokkin
Heðin Mortensen: Uttanflokkalistin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin
Bogi Andreasen: Tjóðveldi og Fólkaflokkin
Annika Olsen: Fólkaflokkin og Tjóðveldi

Hetta tíðarskeiðið eru eisini dømi um fleiri politikarar, sum hava stillað upp fyri ymiskar listar ella flokkar uttan at verða vald fyri fleiri listar.

Sigrun Mohr og Kristianna Winther Poulsen stillaðu til dømis báðar upp fyri Sjálvstýri, áðrenn tær seinni blivu valdar fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.

Ronald F. Poulsen varð valdur í býráðið fyri Sjálvstýri í 1996, men seinni stillaði hann upp fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu.

Jenis av Rana stillaði í 1992 upp fyri Uttanflokkalistan. Hann var ikki valdur, men tók seinni sæti í býráðnum, tá ið Petur í Gong andaðist. Seinni hevur stillað upp fleiri ferðir fyri Miðflokkin í Tórshavnar kommunu, uttan at verða valdur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

9 Leygardagur 14. september 2024

Klæði til mannfólk síðan 1964

Í ár eru 60 ár síðan at handilin hjá Kissa læt upp í miðbýnum í Havn

Birgir Carlsson (Mynd: Petur Zachariassen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í ár eru 60 ár síðan Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, læt klædnahandilin "Hjá Kissa" upp í Tórsgøtu, og tað verður hátíðarhildið í dag.

- Hann legði seg eftir at selja dygdarvørur, og tað hava vit gjørt síðani. Tað haldi eg hevur gjørt, at vit hava yvirlivað, sigur abbasonurin, Birgir Carlsson, sum í dag rekur og eigur handilin.

- Lutvíst verður handilin, sum selur mannafólkaklæðir, rikin á sama hátt sum fyri 60 árum síðan, men hevur sjálvsagt flutt seg við mótanum, sigur hann.

[object Object](Mynd: Petur Zachariassen)

Jens Christian Christiansen doyði í 1996, og dótturin Elin Guttesen tók yvir. Sonur Elina, Birgir Carlsson, sum annars er bankalærdur, kom inn í myndina í ár 2000, og fyrstu árini høvdu tey handilin saman.

Birgir Carlsson er í dag einsamallur eigari.

- Vit hava nógvar tilkomnar stamkundar, men tann yngri maðurin kemur eisini at keypa klæðir frá okkum, og tað er gott, staðfestir Birgir Carlsson.

- Vónandi klárar handilin 60 ár afturat, men tað verður so ikki við mær, sigur Birgir Carlsson flennandi.

Hoyr prátið sum Petur Zachariassen gjørdi við Birgir Carlsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

10 Leygardagur 14. september 2024

Veðrið flytur bryggjulaksin inn í Perluna og Reinsaríið

Veðurgudarnir eru ikki við fyrskiparunum at stóra laksatiltakinum í Vágsbotni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bryggjulaksur flytir inn í Perluna og Reinsaríið vegna veður.

Nú tá veðurgudarnir ikki eru við okkum leygardagin, hava fyriskipararnir valt at hava stóra laksatiltakið innandura, so fólk sleppa undan at hugsa um vind og regn, meðan tey njóta góðan og frískan laks.

Hesum boða fyriskipararnir frá.

Hetta merkir, at Bryggjulaksur - har tú kann royna 11 ymiskar rættir púra ókeypis – verður í hugnaligu hølunum í Perluni og Reinsarínum. Og tað er í dag, leygardagin 14. septembur kl. 11 til 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2024

11 Leygardagur 14. september 2024

Naddoddur aftur í Føroyum

Kom á Sund mikumorgunin við Hav Atlantic

(Mynd: Rúni Nielsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seksæringurin Naddoddur er nú aftur í Føroyum eftir lagnutunga og baldruta túrin til Noregs, tá báturin holvdist, og ein av manningini fórst.

Mikumorgunin kom Hav Atlantic á Sund úr Noregi og við sær hevði hann seksæringin av Tvøroyri, sum Bátafelagið Naddoddur eigur.

[object Object](Mynd: Rúni Nielsen)

At síggja til hevur Naddoddur ikki tikið skaða av hørðu viðferðini hann fekk í illveðrinum út fyri norsku strondina.

Les eisini: Stór alda aftanífrá holvdi Naddodd 

Les eisini: Okur mistu Karlu Dana

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

12 Leygardagur 14. september 2024

169 milliónir eftir skatt fyrra hálvár

Góða úrslitið hjá Betri Banka kemst serliga av øktum rentuinntøkum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hálvársroknskapurin hjá Betri Banka fyri 2024 vísir eitt úrslit á 169,1 milliónir krónur eftir skatt. Góða úrslitið kemst serliga av øktum rentuinntøkum, skrivar Betri Banki í tíðindaskrivi.

Útlánini eru økt við 379 milliónum krónum, og innlánini eru økt við 451 milliónum krónum seinasta árið. Betri Banki hevur nú ein solvens á 34,7 prosent.

Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis. Í juni varð harumframt framd ein rentulækking á útlánum, meðan innlánsrentunar eru verandi óbroyttar. Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár 2024, skrivar bankin.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:

  • Úrslit eftir skatt: 169,1 milliónir krónur
  • Útlán: 8.1 milliard krónur
  • Innlán: 9.6 milliardir krónur
  • Solvensur: 34,7%

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

13 Leygardagur 14. september 2024

Trygd nøktandi úrslit í fyrra hálvári

Hetta hóast skaðaútreiðslurnar vóru 7,5 milliónir krónur hægri fyrra hálvár í ár enn sama tíðarskeið í fjør

Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast skaðaútreiðslurnar í fyrra hálvári vóru størri, enn tær hava verið undanfarin ár, fegnast leiðslan um, at Trygd er í støðugari menning, at virksemið veksur, og at íløgurnar hava givið gott avkast higartil í ár. Samanumtikið metir leiðslan gongdina í fyrra hálvári vera nøktandi.

Úrslitið eftir skatt gjørdist 8,1 milliónir krónur, sum er hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 4,6 milliónir krónur eftir skatt. Skaðaútreiðslurnar vóru 58,8 milliónir, sum er 7,5 milliónir krónur hægri enn fyrra hálvár í fjør.

- Vøksturin í skaðaútreiðslum stavar serliga frá stormskaðum tíðliga í ár og einstøkum størri skaðum í vár. Harumframt gerst tað alsamt dýrari at umvæla skaðar, men vit síggja tó eisini, at prísvøksturin er komin í eina meira vanliga legu aftur. Vit fegnast um at hava eitt sterkt felag, sum er ført fyri at hjálpa kundunum, tá ið teir hava tørv á hjálp í sambandi við skaðar,” sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Íløguvirksemið hilnaðist væl fyrra hálvár 2024 við einum avlopi á 4,0 milliónir krónur samanborið 400.000 krónur sama tíðarskeið í fjør.

Útlitini fyri restina av árinum

Leiðslan í Trygd er bjartskygd, og væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum, meðan ein ávís óvissa er knýtt at gongdini á skaðaútreiðslusíðuni.

Vandin fyri illveðursskaðum er størst um heystið og veturin, og hóast flestallir føroyingar eru sera tilvitaðir um at rudda rundan um húsini og festa lutir, tá illveður er á veg, so kann veðrið vísa seg at hava avgerandi ávirkan á, hvussu nógvir skaðar verða fráboðaðir, og hvussu tryggingarárið fer at hilnast. Leiðslan væntar, at úrslitið fyri árið verður millum 12 og 18 milliónir krónur áðrenn skatt.

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið fyri skatt gjørdist 9,9 mió. kr. samanborið við 5,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2023.
  • Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 8,1 mió. kr. samanborið við 4,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,2 mió. kr. fyrra hálvár 2024 og vóru til samans 111,9 mió. kr.
  • Skaðaútreiðslurnar vóru til samans 58,8 mió. kr. samanborið við 51,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 85,1 mió. kr. samanborið við 65,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.

• Skaðaprosentparturin hækkaði úr 65,3% upp í 72,1%. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

14 Leygardagur 14. september 2024

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Hetta við 0,20 prosentstigum. Broytingarnar koma í gildi 10. oktober 2024

Danski Tjóðbankin hevur lækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danski Tjóðbankin lækkaði hósdagin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20 prosentstigum.

Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 10. oktober 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

15 Leygardagur 14. september 2024

Vilja byrgja fyri alt ov høgum skattatrýsti

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram, sum skal byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini

Jørgen Niclasen og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur ávirkað nógv, eitt nú stóran lønar- og prísvøkstur í Føroyum.

Serliga er tað prísvøksturin tvey tey seinastu árini, sum hevur gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum verri. 

- Vit hava nú eisini sæð, at lønirnar á arbeiðsmarknaðinum eru hækkaðar. Tað í sær sjálvum er gott fyri borgaran, men tað kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Tí verður skattastigin ikki broyttur samsvarandi við lønarvøkstrinum, so elvir tað til, at borgarar fáa størri skattatrýst. Tí hetta uppskot, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi um uppskotið til broyting í skattaásetingarlógini, sum flokkurin hevur lagt fyri løgtingið.

- Landsskattastigin hevur inntil í ár verið óbroyttir síðani 2016. Hetta hevur elvt til, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig, og at borgarar eru vorðnir skattaðir alsamt harðari.

- Vit í Fólkaflokkinum hava tí lagt uppskot fram um broyting um áseting av skatti, sum skal byrgja fyri hesum. Ein broyting, sum ger, at løntakarin í góðari tíð frammanundan kennir skattligu fortreytirnar fyri komandi árið, og harafturat ger skattastigan meira einfaldan.

Uppskotið snýr seg, at mørkini í landsskattastiganum fyri komandi ár verða javnaði við prosentvísa vøksturin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Hetta skal skipast soleiðis, at landsstýrisfólkið leggur uppskot fram um javning av skattastiganum fyri 8. mars á hvørjum ári. Uppskotið skal leggjast fram tíðliga á árinum, sum ger, at borgarin í góðari tíð frammanundan kenna skattligu fortreytirnar fyri komandi árið. 

Ætlanin er, at skipanin fær virknað fyri skattaárið 2026 og frameftir. 

Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini, har politiska skipanin hevur latið standa til heldur enn at tillaga skattastigan samsvarandi lønarvøkstrinum.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð á tingi, tá løgtingsarbeiðið verður tikið uppaftur týsdagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

16 Leygardagur 14. september 2024

29.400 starvsfólk í august

Tað er ein vøkstur á eitt prosent samanborið við augist í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í august vóru 29.402 starvsfólk í Føroyum, sum eru 280 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri.

Talan er sostatt um ein vøkstur á eitt prosent, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í starvsfólkaskaranum vóru knapt 15.000 menn og 14.450 kvinnur.

 Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, sum er ein vøkstur á 1,2 prosent. Hjá monnum er vøksturin 0,7 prosent, ella 100 starvsfólk.

Um tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

17 Leygardagur 14. september 2024

Fólkavøksturin er støðugt minkandi

Tað gongur afturá serliga við burðaravlopinum - og tað flyta heldur ikki so nógvur uttanríkisborgarar til Føroya longur

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. august í ár búðu 54.908 fólk í Føroyum. Seinasta árið frá 1. august 2023 til 1. august 2024 er fólkatalið vaksið við 296 persónum, svarandi til ein vøkstur á eitt hálvt prosent.

Hetta er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani, skrivar Hagstovan á netinum.

Eitt hálvt prosent er bert helmingurin av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði, tá 571 løgdust afturat. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði meir enn helvtina. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 129 og eini nettoflyting á 167 fólk.  

Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. august 2022 til 1. august 2023 minkaði tølini á bæði nýføddum børnum og fólkum, ið fluttu til Føroya. 

[object Object]

Tað var serliga millum uttanríkisborgarar, at nettoflytingin minkaði seinastu 12 mánaðirnar. 

Millum danskar ríkisborgarar minkaði tilflytingin á leið tað sama sum fráflytingin minkaði. Nettoflytingin broyttist tí ikki stórvegis millum danskar ríkisborgarar seinasta 12-mánaðaskeið samanborið við undanfarna tíðarskeið. Nettoflytingin millum danskar ríkisborgarar hevur verið negativ seinastu trý 12-mánaðaskeiðini.

Tað eru sostatt bara uttanríkisborgarar, sum hesi trý tíðarskeiðini hava staðið fyri ískoytinum frá nettoflytingini til fólkavøksturin. 

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu 12-mánaðaskeiðunum. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

18
Leygardagur 14. september 2024

Brúkiligur túrur hóast tarnaðir av ísi

- Tað var eitt sindur løgið. Inni við fiskimarkið var stórur og nógvur toskur, men bara hálvanannan fjórðing longri úti, var væl minni at fáa og nógv smærri toskur, sigur Heri Ellingsgaard, skipari

Heri Ellingsgaard, skipari (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað var eitt sindur løgið. Inni við fiskimarkið var stórur og nógvur toskur, men bara hálvanannan fjórðing longri úti, var væl minni at fáa og nógv smærri toskur-

Týskvøldið kom frystilínuskipið Eivind á Havnina. Teir hava roynt við Eysturgrønland og hava góð 100 tons av toski, sum er løgd upp í Havn.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eisini eitt prát við skiparan, Hera Ellingsgaard.

- Eg haldi túrurin er brúkiligur, hóast tað als ikki er líka nógvur fiskur at fáa har, sum síðstu árini. Vit fóru úr Føroyum 3. august. Teir fyrstu tíggju dagarnar fingu vit nærum ikki roynt fyri ísi. Vit fingu ikki roynt har vit ætlaðu, men noyddust undan ísinum og út í kantin at royna. Har var nakað av brosmu, men smáligt við toski, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit royndu tvær ferðir at fara nærri landi og seinnu ferð eydnaðist tað. Tá sluppu vit framat fiskimiðunum og fingu hampiligan frið at fiska fyri ísi. Har inni við markið var bæði nógvur og stórur toskur at fáa, sigur Heri.

- Tað var eitt sindur løgið. Inni við fiskimarkið var stórur og nógvur toskur, men bara hálvanannan fjórðing longri úti, var væl minni at fáa og nógv smærri toskur-

- Veðrið var sera gott og tað blikaði í fleiri dagar. Vit sóu fleiri ferðir blástur frá hvalum bæði nær og fjar. Tað var hugaligt at síggja og tekin um, at har er lív í sjónum, hóast fiskiskapurin mangan hevur verið betri, sigur Heri Ellingsgaard.

Eivind fer eftir ætlan avstað aftur sunnudagin. Restina av árinum koma teir at royna við Føroyar, tí teirra kvotur uttan fyri Føroyar eru fiskaðar. 

Skipari verður Jan Vang.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

19
Leygardagur 14. september 2024

Kvotan á norðhavssild minkar nakað

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at fylgja Íslandi og Noregi og lækka kvotuna samsvarandi avtaluna um mest loyvdu veiðu, sum strandarlondini samdust um í fjør

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í gjár tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild fyri 2024.

Strandarlondini Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland samdust í oktober í 2023 um mest loyvdu veiðu fyri 2024 á 390.010 tons. Hóast drúgvar samráðingar hava verið um býtið, hevur ikki eydnast strandarlondunum at semjast. Tí hava strandarlondini seinastu árini sett einsæris kvotur og talan hevur verið um stóran ovfiskiskap.

Í mun til undanfarin ár, so hava Noreg og Ísland í 2024 lækkað sínar lutir og hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í samráð við eina samda uttanlandsnevnd gjørt av, at føroyski luturin skal minka lutfalsliga tað sama sum tann norski og íslendski.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2024 verður sostatt 74.219 tons samsvarandi 19,03 prosent av mest loyvdu veiðu á 390.010 tons, sum strandarlondini samdust um á heysti í 2023.

Dennis Holm, landsstýrismaður sigur, at við hesum hava í øllum førum Føroyar, Noreg og Ísland tikið ábyrgd av støðuni og gongdini í stovninum og minkað veiðitrýstið fyri at betra um líkindini fyri, at stovnurin kemur skjótari fyri seg.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tað er hansara vón, at tað fer at eydnast at gera semju um norðhavssildastovnin, nú samráðingar verða um norðhavssildina í næstum.

Nú verður kunngerð gjørd og send til hoyringar, og tá hon er lýst, so er kvotan endaliga ásett fyri 2024.

[object Object]Dennis Holm, landsstýrismaður 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

20 Leygardagur 14. september 2024

Fleiri tøk pláss til akfør á bíleggingarskipanini

Strandferðslan hevur dagført skipanina, so at tøk pláss á farmatúrunum nú verða leysgivin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Strandferðslan dagførir nú bíleggingarskipanina á Smyrli, so at møgulig tøk pláss á bildekkinum á farmatúrum verða leysgivin tveir tímar fyri fráferð.

Á ávísum túrum hjá Smyrli hevur farmur forrætt, og tá er tilsvarandi minni pláss til vanlig akfør. Plássið til farmin er avlagt í bíleggingarskipanini, og tí kann ein farmatúrur skjótt síggja fult bókaður út fyri akfør.

Hendir tað seg tó, at farmurin ikki brúkar alt tað avlagda plássið, verður plássið nú tveir tímar fyri fráferð leysgivið til akfør. Ferðafólk hava tá ein tíma til at bíleggja sær pláss til akfarið.

- Dagføringin er ein liður í at gera bíleggingarskipanina fyri akfør umborð á Smyrli enn smidligari at brúka, sigur Niels Juel Arge, stjóri á SSL.

- Sum heild halda vit, at skipanin er komin væl frá byrjan. Vit savna allatíðina inn vitan um, hvussu ið skipanin riggar, og hvat ið brúkarin heldur, og gera so tær neyðugu tillagingarnar, leggur stjórin afturat.

Skipanin varð sett í verk 8. juli í eini royndartíð fram til 1. september. Hesin dagurin er fluttur til 1. oktober, meðan eftirmetingar verða gjørdar fyri at taka støðu til, um skipanin skal halda áfram.

Bíleggingarskipanin virkar á fýra av sjey sjóvegis farleiðum: Suðuroy, Kalsoy, Mykines og Skúvoy. Hinar tríggjar farleiðirnar eru Hestur, Nólsoy og Fugloy/Svínoy, har ið skipanin verður klár í hesum árinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

21 Leygardagur 14. september 2024

Ferðavinnugransking um Føroyar í Forbes

Gransking hjá Marinu Leban Jacobsen, adjunkti í marknaðarføring á Fróðskaparsetrinum, er partur av grein í Forbes um vaksandi illvilja móti ferðafólki

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Herfyri var grein í Forbes undir heitinum "Barcelona Hosts The America´s Cup Amid Rising Anti-Tourist Sentiment", sum snýr seg um vaksandi lokalan illvilja móti ferðavinnu á støðum, har ferðafólkastreymarnir eru stórir. Talan er um eitt nú Barcelona, Valencia, Palma de Mallorca, San Sebastián og Ibiza.

Greinin snýr seg m.a. um avleiðingarnar, tá sosialir miðlar og filmar varpa ljós á áður ikki so væl vitjað støð, har lokalfólk hava kunnað livað í lutfalsligum friði, men sum við nýggju umrøðuni gerast reinir magnetir fyri ferðafólk. Og við tí ónøgd, sum tað ber í sær á hesum støðum.

Í greinini verður granskingin hjá Marinu Leban Jacobsen umrødd. Marina er adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, og hon útgav vísindaliga grein í tíðarritinum Tourism Management undir heitinum "Mindful luxury: A case of the Faroe Islands".

Greinin hjá Marinu byggir á eina granskingarverkætlan við støði í føroyskari ferðavinnu og vísir á, at tá ið ferðafólk fáa marglætisupplivingar í Føroyum, tykjast tey at vera meiri tilvitað um framíhjárættin at ferðast í Føroyum og fara tí betur um í náttúruni og í samfelagnum sum heild.

Í greinini verður komið inn á eina hugburðsbroyting, ið ferðafólk í Føroyum vístu í sambandi við marglætisferðir.

Vanliga verða ferðastøð fyri marglætisferðavinnu sett í samband við hvíld og møguleikar at verða borin á lógvum, men í Føroyum sást eitt vaksandi atlit at upplivingum, ið raðfesta náttúru, mentan og autentisk sambond við støð og fólk.

Granskingin vísir á eina gongd frá eini siðbundnari fatan av marglæti til økt fyrilit fyri autentiskum upplivingum. Hesar upplivingar snúgva seg um at hugsavna seg og at vera í nú-inum.

Í greinini í Forbes kallar Benjamin Voyer hetta fyri at flyta eitt ferðamál "upmarket", altso at gera ferðamálið til eina marglætisvøru og sostatt kanska fáa ferðafólk til at vera meira umhugsin.

- Granskingin hjá Leban bendir á, at tá tað hepnast einum ferðamáli at lýsa seg sum eina burðardygga marglætisuppliving, so ber til at fáa ferðafólk, sum taka størri atlit at umhvørvi og landslagi, skrivar hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2024

22 Leygardagur 14. september 2024

Fróðskaparsetur Føroya partur av evropeiskum sjósetri

Talan er um nýggjan europeiskam universitetsfelagsskap við stórum menningarmøguleikum. Tó forðar vantandi limaskapur Føroya í EHEA og Erasmus+ fyri, at Setrið eisini fær fíggjarligu fyrimunirnar, sum hini universitetini fáa í samstarvinum

Í EUNICoast-samstarvinum eru 13 europeisk universitet, sum øll - so ella so - hava sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdeplinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fróðskaparsetrið er nú partur av EUNICoast, sum er nýggjur europeiskur universitetsfelagsskapur við stórum menningarmøguleikum. Tó forðar vantandi limaskapur Føroya í EHEA og Erasmus+ fyri, at Setrið eisini fær fíggjarligu fyrimunirnar, sum hini universitetini fáa í samstarvinum

EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og Europanevndin hevur góðkent felagsskapin og hevur játtað samstarvinum stóran fíggjarligum stuðul.

Í EUNICoast-samstarvinum eru 13 europeisk universitet, sum øll - so ella so - hava sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdepli. Vit í Føroyum kunnu tí kanska loyva okkum at kalla nýggja samstarvið fyri Europeiska Sjósetrið.

Universitetini í samstarvinum hava eina felags maritima visjón: Havið er eingin avmarking, tí vit eru knýtt hvør at øðrum sjóvegis bæði mentanarliga og búskaparliga. Sjósetrið vil rudda slóð fyri nýggjari gransking og samstarvi millum oyggjar og havnir, og knýta sambond millum lesandi, undirvísarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum.

Europanevndin hevur játtað Europeiska Sjósetrinum 107,5 milliónir krónur í stuðli. Men Føroyar eru hvørki limir í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar (EHEA) ella Erasmus+ enn, og tí fær Setrið ikki gagn av játtanini sum hini universitetini í samstarvinum. Tó fær Setrið somu møguleikar sum hini at taka lut í arbeiðinum í samstarvinum.

Koma Føroyar hinvegin á mál við limaskapi í EHEA og Erasmus+, so kann stóri ES-stuðulin til EUNICoast fáa avgjørdan týdning fyri framtíðar menning av hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Ikki minst hevði hetta verið til stórt gagns fyri føroysk lesandi, sum høvdu kunnað fingið stuðul til skiftislestur uttanlands, og Setrið kundi tí í størri mun enn nú nøkta útlongsulin, sum í løtuni dregur so mong ung av landinum at lesa.

Samstarvspartarnir hjá Fróðskaparsetri Føroya í Sjósetrinum eru Barna- og Undirvísingarmálaráðið, Sendistova Føroya til Evropasamveldið, Havstovan, Firum, Sjókovin, Tjóðsavnið, Tórshavnar Havn, Vinnuhúsið og Bakkafrost. Hesi fáa høvi til at taka lut í granskingarverkætlanum og øðrum viðkomandi virksemi.

Fyrsta ráðstevnan hjá EUNICoast verður longu 27. september, har øll tey 13 universitetini í samstarvinum taka lut. Ráðstevnan verður talgild, og Bárður Joensen, adjunktur og útbúgvingarleiðari á Náttúrurvísindadeildini, og Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, fara at hava framløgur.

Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, situr í leiðslubólkinum fyri samstarvið, og Martin Tvede Zachariasen, rektari, situr í rektarastýrinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

23 Leygardagur 14. september 2024

Setrið fingið stuðul til gransking um altjóða politikk

Fróðskaparsetrið hevur fingið stuðul frá Fólkatinginum til nýggja gransking um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitkk í Norðuratlantshavi

Heni í Skorini (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Altjóða politikkur verður nú lagdur undir granskaralupp á Søgu- og samfelagsdeildini. Nýggj verkætlan hevur fingið góðar 2,6 milliónir krónur í granskingarstuðli, og tað er Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.

- Ætlanin er at brúka peningin til eina ph.d.-verkætlan og á henda hátt uppraðfesta gransking á økinum. Síðani russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 er evnið vorðið meiri aktuelt enn nakrantíð fyrr, og okkum tørvar nýggja vitan og gransking um, hvussu økta stórpolitiska rivaliseringin í Norðuratlantshavi ávirkar Føroyar og okkara grannalond, sigur Heini í Skorini.

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum, og tað er Granskingarráðið, sum umsitur hana. Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum.

Faknevndin fyri skránna kallast FASDiNA, og hon hevur í hesum umfarinum játtað tilsamans 5,6 milliónir krónur til tvær granskingarverkætlanir. Hetta eru fyrstu granskingarverkætlanirnar, ið fáa játtan av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.

Verkætlanirnar, ið fáa stuðul, eru:

The Defence and Security Strategies of the Faroes and Greenland Amidst Great Power Rivalry.
Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya.
Játtan: 2.624.676 krónur. 

Greenland's Alliance Dilemma Amidst Great Power Struggles - A Comparison with Arctic and Non-Arctic States and Regions.
Maria Ackrén, Nasiffik, Ilisimatusarfik/Universitetið í Grønlandi.
Játtan: 3.000.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

24 Leygardagur 14. september 2024

Samstarvsavtala gjørd millum Nám og Fróðskaparsetrið

Týsdagin varð formlig samstarvsavtala gjørd millum Nám og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya um at menna samstarvið partanna millum

Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Nád, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya skriva undir samstarvsavtaluna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Nú formalisera og víðka vit um samstarvið til gagns fyri undirvísingarverkið í Føroyum.

Hetta segði Eyðun Gaard, stjóri á Námi, tá hann, Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum týsdagin settu sína undirskrift undir formliga samstarvsavtalu partanna millum.

- Ja, vit samstarva ikki bara um vitanardeiling, men sanniliga eisini um at menna ta vitanina, sum er neyðug fyri føroyska undirvísingarverkið, legði Kalpana aftrat.

Í avtaluni staðfesta Nám og Nád, at virksemið hjá báðum stovnum í stóran mun umskarast, tí at báðir partar hava undirvísingarverkið í síni heild sum virkisøki. Her verður hugsað um dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar. Virksemið snýr seg m.a. um útbúgving og menning av starvsfólkum og menning av viðkomandi undirvísingartilfari til undirvísingarverkið.

Tað er ikki nýtt, at Nám og Nád samstarva, men endamálið við at fáa sett hetta í eina formliga samstarvsavtalu er at bøta um fortreytirnar fyri at fáa dygdargóðar og viðkomandi tænastur til undirvísingarverkið.

Í avtaluni stendur, at hesi samstarvsøki skulu mennast: Skiftið av starvsfólkum til styttri skeið, menningararbeiði og samstarv við ph.d.-lesandi; felags verkætlanir og ráðstevnur; og tilfar til undirvísingarverkið, eisini til KT-didaktiska økið.

Ein samstarvsnevnd verður nú sett til at umsita avtaluna og íverkseta samstarvið. Nevndin hittist í minsta lagi tríggjar ferðir árliga.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

25 Leygardagur 14. september 2024

Væleydnaðir Vestmannadagar

Sí myndir frá fólksligu døgunum í Vestmanna í undanfarnu viku

(Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Vestmanna hava vestmannadagar verið hildnir hesa seinastu vikuna. “Ein hátíðarvika, sum varpar ljós á alt tað, sum vit eru, og alt tað, sum vit ynskja at vera”, sum kommunan lýsir dagarnar á heimasíðu síni.

Kommunan skrivar eisini, at ongantíð áður hava so nógv verið savnað á vestmannadøgunum, sum í ár.

Nógv fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

26 Leygardagur 14. september 2024

Jóan Jacob Skoradal vann Kiwanis-bátin

Báturin fær páhangsmotor og navnið Rípan

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Toftamaðurin Jóan Jacob Skoradal vann Kiwanisbátin í ár. Á limafundi hjá Kiwanis í síðstu viku kom Jóan Jacob á gátt við vinnandi lutaseðlinum, og fekk handað bátin.

Jóan Jacob sigur, at hann fer beint at seta eina kistu til páhangs-motor í bátin, og taka hann í brúk sum skjótast. Báturin fær navni Rípan.

Kiwanis Tórshavn ynskir Jóan Jacob hjartaliga til lukku við bátinum við ynski um at Rípan vera honum til góða eydnu og gagns. Samtíðis sendir Kiwanis Tórshavn eina tøkk til tey, sum trúføst stuðla felagsskapinum við at keypa lutaseðlar á ólavsøku.

Sølan í ár var eins góð sum undanfarin ár, og gevur hetta eitt stórt og týðandi íkast, til hjálpararbeiðið, sum Kiwanis roynir at veita børnum í Føroyum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

27 Leygardagur 14. september 2024

Parkinsons-feløgini hittust í Føroyum

Umboð fyri norðurlendsku parkinsons-feløgini kundu millum annað hoyra um nýggjastu granskingina í Føroyum um sjúkuna

Maria Skaalum Petersen t.h. her saman við Harriet M. Gordonsdóttir, næstforkvinnu í Parkinsonsfelagnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í samband við árliga aðalfundin hjá norðurlendsku Parkinson feløgunum, var føroyska Parkinsonfelagið vertur í ár.

Fundurin var hildin á Hotel Djurhus í døgunum 3., 4. og 5 september. Á skránni var m.a. hvat fer fram í ymisku londunum, sum er til frama fyri tey, sum eru rakt av Parkinsons sjúkuni. Tey umboðaðu londini eru Ísland, Finnland, Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyar.

Umframt umboð fyri nevndirnar í norðurlondum, vóru starvsfólk á neuroliskari deild á Landssjúkrahúsinum eisini við til fyrilestrarnar.

[object Object]Norðurlendsku umboðini saman við nevndini í føroyska parkinssonsfelagnum avmyndaðar umborð á Norðlýsinum

Tað var áhugavert at hoyra um arbeiðið, sum verður gjørt í hinum londunum, sum hava millum 10 og 20 fólk í føstum starvi.

- Vit frá Føroyum høvdu bjóðað okkara granskarum, Mariu Skaalum Petersen og Janu Mortensen, sum báðar verða stuðlaðar við pengum m. a. frá okkara jarðarferðargrunni, ið er oyramerktir til gransking innan Parkinson, at greiða frá teirra arbeiði. Eisini høvdu vit Lailu Midjord, við á netinum. Hon greiddi hegnisliga frá síni verkætlan at framleiða DrinkSaver glasið, sum er gjørt úr bioplast og gjørt soleiðis at um man ristist á hondunum, so stoytir man ikki.

- Vit kunnu taka samanum, at hóast stóra munin í fólkatali og tali av fólkum , sum eru rakt av Parkinson, so hava vit nógvar av somu trupulleikum. Tað er m.a. fígging, endurvenjingartilboð, alt ov fáir neurologar og útjaðarin er verri fyri enn miðstaðarøkini, tí frástøðan er stór til ty ymisku tilboðini. Eisini kom fram, at tey avvarðandi at fólki, ið eru rakt av Parkinson, eru ein stórur partur av heildini. Tey hava eisini tørv á at tosa saman og stuðla hvørjum øðrum.

Í framtíðini eru stór ynskir um at sjúkrarøktarfrøðingar, kunnu taka ein yvirbúgving sum ”Parkinsonsjúkrarøktarfrøðingar”. Hetta kann gerast m.a. á netinum. Svøríki hevur í løtuni hendan møguleikan. Hetta tí, at tað er ein sera stórur tørvur á neurologum við sergrein í Parkinson.

- Vit tosaðu eisini um komandi lógaruppskot frá Heilsumálaráðnum, sum umfatar at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Hetta síggja vit fram til, og vóna sjálvandi, at tað eisini kann koma at tæna fólki við Parkinson.

- Hetta er eitt sera gevandi høvi at hoyra hvat rørir seg rundan um okkum á hesum økinum.  Næsti fundur verður um eitt ár í Íslandi. 

[object Object]
Nevndin í Parkinssonsfelagnum. Frá vinstru Anna Beder, forkvinna, Harriet M. Gordonsdóttir, næstforkvinna, Elisabeth M.Simonsen, skrivari, og Helma Maria Tróndheim. Fimti nevndarlimur er Joy Ann Simonsen, kassameistari


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

28 Leygardagur 14. september 2024

Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Andreas Andreasen er 45 ára gamal og hevur m.a. drúgvar royndir frá tekniska økinum í kommununi, har hann m.a. seinastu fýra árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari á teknisku deild

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur gjørt av at seta Andreas Andreasen í starv sum tekniskan stjóra í kommununi.

Andreas Andreasen er 45 ára gamal og búsitandi í Klaksvík. Hann er útbúgvin húsasmiður, og hevur lokið útbúgving sum byggifrøðingur í 2015 og Cand.Tech i bygningsdatafrøði í 2018.

Harumframt hevur Andreas drúgvar royndir frá tekniska økinum í kommununi, har hann m.a. seinastu fýra árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari á teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu.

Andreas Andreasen tekur við starvinum 1. oktober. Níggju umsóknir vóru til starvið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

29 Leygardagur 14. september 2024

Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri trúgva tænastu

Farna fríggjakvøld vóru Jónsvein Bjartason og Helgi Olsen heiðraðir fyri trúgva tænastu hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði í 25 ár

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjkvøldið 6. september vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.

Talan var um Jónsvein Bjartason av Strondum, og Helga Olsen úr Rituvík.

Í sambandi við 50 ára dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin, skrivar Nes kommuna.

Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerkið fyri sløkkiliðsfólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

30 Leygardagur 14. september 2024

Benjamin jammaði við Avi Kaplan

Son of Fortune varð boðin upp á pallin í Pumpehuset í Keypmannahavn mikukvøldið

Avi Kaplan og Son of Fortune á pallinum í Pumpehuset mikukvøldið
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kanska er tað onkur, ið kennist við navnið Avi Kaplan.

Serliga í árunum frá 2011 til 2017 var hann ein stór stjørna innan tónleikin. Vit tosa um mannin, sum helt rútmuna við at beatboksa og átti heilt djúpu bassrøddina í amerikanska acapella tónleikabólkinum Pentatonix.

Pentatonix hevur bergtikið nógv fólk við sínum reinu og kláru røddum, ikki minst teira innspæling av jólasangum vóru væl móttiknar. Populariterurin mundi vera í hæddini ta tíðina, sum Avi Kaplan var partur av bólkinum.

Men í 2017 valdi Avi Kaplan, at fara burtur úr Pentatonix fyri at sleppa undan nógvu ferðingini við konsertir í stórum høllum og pallum fyri heldur at vera saman við familjuni.

[object Object]
Benjamin Petersen saman við Avi Kaplan, í miðjuni, og orkestri hansara

Hann flutti úr Kalifornia til Tennessee, har hann nú býr langt úti í skóginum, tó ikki so langt frá Nashville.

Síðan hann fór úr Pentatonix hevur Ari Kaplan latið hárið vaksa sítt og skeggið er vorðið størri. Hann er farin at spæla tónleik aftur, men tað er eitt annað slag av tónleiki. Tónleikur, ið er knýttur meira at eldri fólkatónleiki, men eisini við rokkutum rútmum uppií.

Í løtuni er Avi Kaplan á konsertferð í Evropa – tað vil siga, at hann er um at vera liðugur við konsertferðina. Hesa vikuna hevur hann spælt tvær konsertir í Danmark. Síðan gongur leiðin til Berlin, Warshawa og Prag, og so er liðugt at ferðast fyri hesaferð.

Týskvøldið spældi hann í spælistaðnum Voxhall í Aarhus. Til staðar til ta konsertina var føroyski sangarin og guittarleikarin, Benjamin Petersen, sum eisini kallar seg Son of Fotrune.

- Eg fór til Aarhus fyri at hitta góða vin mín, Noah Denney, sum er trummusláari og býr í Nashville. Hann spælir við í túr-orkestrinum hjá Avi Kaplan.

- Eg lærdi Noah at kenna tá eg var í Nashville og spældi tónleik inn. Noah Denney hevur spælt trummur á fleiri av mínum upptøkum, eitt nú á útgávuni Voodoo Pop.

- Eftir konsertina í Voxhall, hugnaðu vit okkum við eini øl í Aarhus. Tá var tað, at Avi Kaplan spurdi meg, um eg ikki hevði hug at jamma eitt sindur saman við teimum, tá teir skuldu hava konssert í Pumpehuset í Keypmannahavn kvøldið eftir.

Hesari avbjóðing kundi Benjamin sjálvandi ikki standa ímóti.

So tá konsertin í Pumpehuset nærkaðist endanum, segði Avi Kaplan, at teir høvdu ein loyniligan gest við, ein frálíkan guittarleikara úr Føroyum, sum var vinmaður við Noah handan trummurnar. Og tá varð Son of Fortin boðin inn á pallin og var fagnaður av einum fullsettum sali í Pumpehuset.

Benjamin spældi við á endanummarinum, “When I’m a Fool”, ið er av útgávuni hjá Avi Kaplan, “Floating on a Dream”, sum kom út í 2022. 

Á leinkinum her sæst tá Son of Fortune verður boðin inn á pallin.

- Tað var ein heiður fyri meg at sleppa at spæla saman við teimum. Avi Kaplan er ein fantastiskur artistur og ein ótrúligur sangari, sigur Benjamin Petersen um upplivingina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

31 Leygardagur 14. september 2024

Hallur Joensen í Varpinum

8. november hevur countrykongurin Hallur Joensen stóra konsert í Klaksvík

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjakvøldið 8. november hevur countrykongurin Hallur Joensen stóra konsert í Varpinum í Klaksvík.

Við sær á pallin hevur hann Jessicu Hallursdóttir, Kristinu Bærendsen og Sámal Ravnsfjall.

– Í Klaksvík er Hallur Joensen á heimavølli, so tað verður einki minni enn eitt brak av einari konsert, skrivar Varpið í tíðindaskrivi.

– Vit eru sera glað fyri at Hallur vitjar Varpið, og vit gleða okkum til at uppliva hvat hendir, tá ein framúrskarandi tónleikari møtir einum framúrskarandi konserthúsi.

Atgongumerki til konsertina fáast á www.varpid.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

32 Leygardagur 14. september 2024

IRF við nýggjum tilfari til børn um umhvørvi og burturkast

Blaðið kann vara ískoytistilfar hjá 5. flokkunum, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

IRF arbeiðir støðugt við at menna tilfar, sum økir vitanina hjá børnum og ungum um umhvørvis- og burturkastøkið. Í hesum sambandi hevur IRF gjørt eitt blað, sum er ætlað miðdeild í fólkaskúlanum. Blaðið hevur til endamáls at fáa børnini at hugsa meira um umhvørvi, endurvinning og endurnýtslu.

Tilfarið verður latið børnum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt bjóðar IRF øllum 5. flokkum í limakommununum at fáa blaðið sum ískoytistilfar, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið. Tilfarið fæst bæði í prentaðari útgávu og sum teldutøk útgáva við meira livandi grafikki.

Tilfarið kann bíleggjast frá IRF, men møguleiki er eisini at taka tilfarið niður:

IRF-blaðið at blaða í

IRF-blaðið at prenta

Frammanundan hevur IRF gjørt tilfar til yngru børnini, sum verður bjóðað fram til forskúlar og skúlabólkar. Les meira her. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

33 Leygardagur 14. september 2024

Skjal undirskrivað í Tórshavn um burðardygga vatnfyrisiting

Tað skal skunda undir handfaring av feskum vatni í oyggjasamfeløgum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og starvsfelagi hansara, Steven Myers úr Prince Edward Island í Kanada, skriva undir týðandi skjal um eina góða og sunna vatnframtíð fyri oyggjasamfeløg (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrsta altjóða vatnráðstevan fyri oyggjar endaði seinasta fríggjadag við hátíðarløtu, har skjal varð undirskrivað undir heitinum: “Memorandum of Understanding Establising Tórshavn Dialog on Sustainable Freshwater Management  on Islands”, tvs. eitt samstarv um burðardygga fyrisiting av feskum vatni í oyggjasamfeløgum.

Tað inniber samstarv millum oyggjasamfeløg  um hesa tilgongdina við eitt nú ráðstevnum sum henni í Føroyum. Endamálið er m.a. at kunna læra av hvørjum øðrum, og út frá hesum málum at finna góðar verkætlanir til tess at gera hetta til veruleika.

[object Object]

Smærri oyggjar skapa loysnir fyri størri lond

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, sum undirskrivaði skjalið vegna Føroyar, takkaði øllum, sum hesar seinastu dagarnar ahva verið saman og  hava latið upp okkara eygu fyri hesum so týdningarmikla spurningi,  sum vatn er fyri mannaætttina.

- Eg hoyrdi starvsfelaga mín frá Prince Edward Island tosa um uppgávuna hjá smærri oyggjasamfeløgum at skapa loysnir fyri stór lond eisini, ja allan heimin. Tað er ein góð og stór visión. At tey smærri samfeløgini kunnu leggja lunnar undir tað stórheimurin tørvar. Eg fari at gera mítt besta at fylgja upp uppá hetta týðandi skjalið, “Tórshavn Dialog”,  og fáa aðrar oyggjar við í hetta arbeiðið. Mín uppgáva verður tí, at vit næstu ferð kunnu hava 10 til 20 nýggj oyggjalond, sum skriva undir skjalið eisini. Tøkk fyri hetta tiltakið. Vit í stjórnini í Føroyum fara eisini at taka fult undir við tí komandi arbeiðinum, segði landsstýrismaðurin.

Starvsfelagin úr Prince Edward Island, Steven Myers, takkaði eisini fyri vælfyriskipaðu ráðstevnuna og lovaði, at hansara stjórn somuleiðis fór at taka undir við skjalinum og geva sítt íkast til framtíðar arbeiðið. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni var at fáa fólk at koma saman. Og tað hevði riggað einastandandi væl.

[object Object]Francesco Sindico úr Skotlandi og Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi høvdu høvuðsábyrgdina av fyriskipan av ráðstevnu, ið tey megnaðu til eitt UG

Mugu hjúkla um barnið so tað gerst vaksið

Annar av fyriskiparunum av ráðstevnuni, Francesco Sindico, professari innan altjóða umhvørvislóg við lærda háskúlan í Glasgow og partur av altjóða vatnfelagsskapinum,  segði seg vóna og roknaði við, at Malta sum triðja landið skjótt eisini fer at skriva undir skjalið ella sum hann málbar seg: “Malta will join the family.”

- Hetta skal ikki bara vera nakað, sum verður skrivað á pappír. Nei tað liggur nú til londini at liva upp til innihaldið í hesi avtalu. At seta nakað í verk. “We have to deliver on our vision”. Tað hevur gingið væl hesar dagarnar, men hjúklar tú ikki um hetta nýggja barnið, so gerst tað ikki vaksið. Og her er av stórum týdningi at hava skipanir, sum gera, at fólk koma saman at umrøða hesa álvarsligu spurningar.

Hann vísti á, at altjóða vatnfelagsskapurin “International Water Resources Association” ætlar nú at skipa ein arbeiðsbólk fyri smærri oyggjar. Og heitti á luttakararnar um at koma við uppskotum og byggja á momentum frá hesi ráðstevnuni í Føroyum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

- Gott um fleiri oyggjalond gjørdust partur av hesum og er hetta ein politisk uppgáva, sum eg vóni Føroyar og Prince Edward Island fara at liva upp til og vónandi eisini komandi luttøkan av Malta og seinni uppaftur øðrum oyggjum.

Næsta ár verður stóra vatnráðstevnan hildin, har túsundtals luttakarar verða, og í 2026 enn ein oyggjaráðstevna.

Francesco vísti á, at avbjóðingarnar í oyggjasamfeløgum og á meginlandinum líkjast nógv.

- Vatn er alt. Tað er orka, lív, mentan ol. Hann segði at enda, at skal man sóknast eftir nøkrum eftir slíka ráðstevnu, so er tað búskaparligi parturin, tvs. luttøka av vinnuni. Eg síggi ikki nógv frá vinnuni her, og tað er nakað vit á framtíðar ráðstevnum eiga at arbeiða meira við.

Óluva takkaði øllum

Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi, sum saman við sínum starvsfeløgum, hevur staðið fyri tí stóra arbeiðinum at fyriskipa ráðstevnuna, fegnaðist um stóru undirtøkuna og úrslitið av ráðstevnuni og helt, at vit av røttum kundu kalla hetta fyri eitt nýtt vatn-forum.

[object Object]Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi høvuðsfyriskipari av stóru vatnráðstevnuni. 

- Vit hava  fingið svar uppá nógvar spurningar, og vit hava savnað nógvar ymsar partar av samfelagnum til at viðgera vatnspurningar. Vit hava megnað at hækka raðfestingina av teimum.

Hon takkaði Norðurlandahusinum, Tórshavnar  kommunu, ymsu umhvørvisstovnarnar, Visit Faroe Island, sponsorunum og teimum mongu, sum høvdu gjørt hetta stóra tiltakið møguligt.

[object Object]Ingilín D. Strøm heilsar uppá kinverska forsetan í altjóða vatn-felagsskapinum

Úr Kina til Føroya

Kinverski forsetin fyri altjóða vatntilfeingis-felagsskapinum, IWRA, Yuannyuam Li endaði ráðstevnuna og takkaði mongu luttakarunum, Jarðfeingi og Føroyum. -Tit hava ríkað okkara felagsskap og varpað nýtt ljós á vatnspurningin.  

- Eg vóni, at  hetta ikki er endin, men byrjanin til at bøta um vatnviðurskiftini í oyggjasamfeløgum. Vit hava her fingið vitan og royndir frá okkara grannum. Vit hava ment hesa oyggja vatnfamiljuna,  bygt upp netverk, og ætlanin er nú at fáa uppaftur fleiri oyggjasamfeløg við. Vit vilja við hesum koma við nøkrum nýggjum til heimsins borgarar, og vit vilja  gera hetta fyri okkara børn.

[object Object]Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, sum var vertur fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum (Myndir: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2024

34 Leygardagur 14. september 2024

Ingilín Strøm: - Mugu geva vatnnýtslu størri ans

- Tørvurin á og nýtslan av vatni í Føroyum veksur, og tí noyðast vit at miðsavna fyrisitingina við reglum fyri  vatnnýtslu

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum saman við Manuel Sapiano, stjóra í orku og veðurlagsfyrisitingini á Malta og Steven Myers, ráðharra í orku- og veðurlagsmálum á Prince Edward Island í Kanada (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum á stóru oyggjar-vatnráðstevnuni í Norðurlandahúsinum síðsta fríggjadag.

Hetta skal gerast m.a. við tí fyri eygað at tryggja eina høga góðsku fyri borgararnar. Eisini til tess at kunna regulera atgongdina hjá orkuframleiðarum eins og hjá vinnuni.

[object Object]

Ingilín Strøm helt fyri, at tað er tí tørvur á at vísa vatnspurninginum sum heild størri ans. Fyri at røkka hesum máli er tørvur á nýggjari lóggávu.

- Smærri oyggjar kunnu vísa vegin, hvussu vit handfara tær stóru avbjóðingarnar. At vit hava kunnað verið saman her í Føroyum og varpað ljós á henda so týðandi spurningin um vatn, hevur latið eyguni upp fyri týdninginum av feskvatni hjá mongum av okkara borgarum eisini.  At hetta er nakað vit eiga at raðfesta framyvir. Við slíkari ráðstevnu kunnu læra av øðrum segði Ingilín Strøm.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

35 Leygardagur 14. september 2024

Smærri oyggjar kunnu vísa vegin

- Vit kunnu arbeiða saman sum oyggjar. Vit kunnu fremja broytingar, tí vit eru smá

Steven Myers, ráðharri í Prince Edward Island hm. saman við Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu og Manuel Sapiano, úr orkuumhvørvinum á Malta (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði Steven Myers, orku- og veðurlagsráðharri í tí lítla oyggjasamfelagnum í Kanada, Prince Edward Island, tá hann endaði ráðstevnuna um vatn í Norðurlandahúsinum síðsta fríggjadag.

Hann helt fyri, at størri tjóðir fara at hyggja eftir, hvussu vit í oyggjasamfeløgum møta avbjóðingunum og finna loysnir. Loysnir, sum eisini hóska seg til størri samfeløg.

- Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum og tess meira vit arbeiða saman tess størri eru møguleikarnir fyri at finna loysnir segði hann og helt fram:

- Eg haldi, at veðurlagsbroytingarnar eru eitt gott dømi um, at tað eru eitt nú smærri oyggjasamfeløg, sum kunnu og skulu vísa vegin. Vit kunnu skipa viðurskiftini í smærri oyggjasamfeløgum, sum kunnu loysa upp fyri trupulleikum á so nógvum samfelagsøkjum sum  størri samfeløg tá kunnu gera brúk av.

[object Object]Umboð fyri vatnvinnuna her saman við fleiri av starvsfólkunum á Jarðfeingi

Eisini umboð fyri Malta í Miðjarðarhavinum, Manuel Sapiano, stjóri fyri orku- og vatnveitingini á oynni, hevði orðið, tá vatndagarnir í Norðurlandahúsinum  endaðu fríggjadagin.

- Hóast vit tosa mest um yvirflatuvatn og grundvatn, so er tað sjógvurin, tað vil siga tað maritima økið, sum fyllur mest, tá tosað verður um búskaparligu avleiðingarnar. Her er verjan av havinum av alstórum týdningi ikki minst, hvat viðvíkur oyggjalondum, nú fiskastovnar og alt livandi í havinum er undir stórum trýsti.

[object Object]Ingilín Strøm í miðdeplinum saman við fleiri av luttakarum og fyriskiparum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

36 Leygardagur 14. september 2024

Kjakaðust um búskap, fosturtøku og tilflytarar

Mikunáttina okkara tíð var beinleiðis sjónvarpskjak millum Donald Trump og Kamalu Harris á ABC News

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikunáttina okkara tíð var fyrsta - og kanska einasta - sjónvarpskjakið millum amerikansku forsetavalevnini Donald Trump og Kamala Harris. Brot úr kjakinum síggjast omanfyri.

Republikanska valevnið vann lutakastið um, hvør skuldi hava fyrsta orðið, og valdi at geva Kamalu Harris heiðurin.

[object Object]

Harris byrjaði við at leggja Trump undir at ynskja fleiri skattalættar til fyritøkur og rík fólk, ein ætlan, sum sambært henni kann væntast at økja skuldina hjá USA við 5000 milliardum dollarum.

Sambært Harris var búskapurin í sori, tá Trump fór úr Hvítu Húsunum.

– Donald Trump legði eftir sær størsta arbeiðsloysið síðan depressiónina, segði hon.

Til hetta svaraði Trump, at tað er fíggjarpolitikkurin hjá Kamalu Harris, sum hevur elvt til høgu inflsjónina og gjørt amerikanarar fátækari.

– Fólk kunnu ikki fara út og keypa inn til morgunmat, segði hann.

– Okkara fólk er doyggjandi orsakað av tí, sum tey (Harris og Biden, red.) hava gjørt. Tey hava oyðilagt okkara búskap.

– Er hetta tað, fólk ynsktu
Síðani varð tosað um fosturtøku.

Kamala Harris legði Trump undir at vilja avmarka rættin til fosturtøku í USA uppaftur meira, eftir at hægstirætturin í 2022 ógildaði eina avgerð frá 1973, sum tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í øllum statum.

Tað vóru tríggir hægstarættardómarar, sum Trump hevði tilnevnt í sínari tíð sum forseti, sum vóru avgerandi fyri, at meiriluti var fyri at avtaka rættin til fría fosturtøku, og sambært Trump var tað at geva statunum rættin til at avgera fosturtøkuspurningin nakað, sum øll ynsktu.

– Sigur tú, at hetta er tað, fólk ynsktu? spurdi Harris og sipaði til "barnakonur, sum bløða út í einum bili", tí tey ikki hava atgongd til fosturtøku.

Trump legði hinvegin Harris undir at ynskja fría fosturtøku langt inn í viðgongutíðina - eisini eftir, at eitt fostur er lívført uttan fyri lívmóðrina. Hann hevur áður lagt Harris undir at vilja loyva dráp av nýføðingum.

Eisini varð tosað um tilflytarar, og her vildi Trump vera við, at tað er politikkurin hjá Joe Biden og Kamalu Harris, sum hevur økt talið á tilflytarum úr Suður- og Miðamerika.

Eisini endurtók hann eitt uppáhald um, at tilflytarar eta kelidjórini hjá fólki í statinum Ohio, hóast víst hevur verið á, at hetta ikki er satt.

Tá valevnini umrøddu støðuna í Gaza og Ukraina, segði Trump, at einki kríggj hevði verið, um hann framvegis var forseti, og Kamala Harris legði dent á tørvin á vápnahvíld í Gaza.

Møguliga einasta kjakið
Um hetta var einasta kjakið millum Trump og Harris er enn ógreitt. Umboð fyri valstríðið hjá Harris hava tó longu boðað frá, at Harris ynskir eitt kjak afturat í oktober.

Trump hevur áður sagt, at hann ynskir trý kjak. Eftir kjakið í nátt segði hann við miðlarnar, at tey "fara at kanna tað".

– Tey ynskja eitt kjak afturat, tí tey taptu, segði hann sambært The Washington Post.

Forsetavalið er 5. november, og vinnarin verður tikin í eið 20. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

37 Leygardagur 14. september 2024

Tá Swift sigur nakað, lurta fjeppararnir

Næstan 340.000 trýstu seg víðari á síðuna, har til ber at skráseta seg sum veljari, eftir áheitan frá poppstjørnuni Taylor Swift

Taylor Swift legði út mynd við kettu síni. Ein tilsiping til varaforsetavalevnið hjá republikanarunum, J.D. Vance, sum hevur sagt, at 'kettukonur' uttan børn hava alt ov stórt vald í dagsins USA (Mynd av Instagram)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift, kemur við einum boðskapi, so lurta fjepparar hennara.

Mikudagin, eftir sjónvarpskjakið millum forsetavalevnini, legði poppstjørnan út eina dagføring á Instagram, har hon greiddi frá, at hon hevur tikið støðu til hvønn hon fer at velja. Hon heitti ikki beinleiðis á sínar fylgjarar um eisini at velja Kamalu Harris, men heitti á tey um at lata seg skráseta, so at tey eisini kunnu velja.

Taylor Swift legði út eitt leinki til almennu síðuna, har ein kann lata seg skráseta. Ikki færri enn 337.826 trýstu á leinkið. Tað skrivar amerikanski miðilin CBS News.

Taylor Swift hevur yvir 284 milliónir fólk, sum fylgja við, hvat hon leggur út á Instagram.

Eisini fyri einum ári síðani heitti hon á sínar fylgjarar um at lata seg skráseta. Tá skrásettu 35.000 amerikanarar seg, skrivar dr.dk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

38 Leygardagur 14. september 2024

Fýra fjallaklintrarar doyðu á Mont Blanc

Leygardagin varð boðað frá, at teir vóru saknaðir á Mont Blanc, og týsdagin vóru líkini funnin

Mont Blanc (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin vórðu fýra deyðir fjallaklintrarar funnir nær við tindin av Mont Blanc, hægsta fjall í Vesturevropa.

Talan er um tveir suðurkoreanarar og tveir italar, sum vóru "deyðir av møði", upplýsa myndugleikarnir í Fraklandi.

Teir vórðu funnir av bjargingarfólkum týsdagin, eftir at teir høvdu verið saknaðir síðan vikuskiftið.

Tað var leygardagin, at løgreglan varð kunnað um, at fjallaklintrararnir vóru saknaðir á Mont Blanc. Teir vóru, sambært myndugleikunum, farnir av stað uttan ferðaleiðara.

Í sambandi við bjargingararbeiðið, vórðu tveir aðrir koreanarar, sum vóru á lívi, eisini bjargaðir í 4.100 metra hædd sunnumorgunin. Men ringa veðrið forðaði teimum í at halda fram við bjargingararbeiðnum næstu dagarnar.

Mount Blanc er yvir 4.800 metrar høgt, og er eitt vælumtókt ferðamál hjá fjallaklintrarum úr øllum heiminum. Mett verður, at fjallið dregur millum 20.000 og 30.000 fjallaklintrarar at sær á hvørjum ári.

Álvarsligar vanlukkur - harímillum deyðsvanlukkur - eru ikki óvanligar á fjallinum, har veðurlíkindini skjótt kunnu broytast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2024

39 Leygardagur 14. september 2024

Fýra arnaálop í fimm dagar

Tað er heilt óvanligt at ørnir leypa á fólk – í Noregi hava fýra álop verið hesar seinastu dagarnar

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sambært fuglafrøðingum er tað ikki ofta, at fólk verða álopin av ørnum, men í seinastuni hava tey upplivað fýra álop  í Noregi hesar seinastu dagarnar.

Leygardagin legði ein fiskaørn eftir eini 20 mánaða gamlari gentu í Orkland, skamt vestan fyri Tróndheim.

Pápi gentuna upplýsir fyri NRK, at gentan fekk tvær pentur í nakkan, og hevur klórimerki á høkuni og í andlitinum. Ongin er komin álvarsliga til skaða av álopunum, ið hava verið.

Sera óvanligt

Hetta er heilt sjáldsamt. Arnarserfrøðingurin Alv Ottar Folkestad hevði ikki hoyrt um, at fólk vórðu álopin av hesum fúrstaliga fuglinum fyrr enn hesi álopini nú hendu, skrivar NRK.

- At ørnir leypa á fólk er so óvanligt, at eg ikki havi funnið tað umrøtt áður uttan í aldargomlum sagnum, sigur Alv Ottar Folkestad, sum er arnarserfrøðinguro felagsskapinum Birdlife.

Sambært honum vildi eittans álop á menniskja verið ein sensasjón. Men síðstu vikuna hava verið fýra álop.

Arnarungi

Sambært Folkestad kunnu ørnir gerast ræddar, um fólk nærkast teimum í náttúrini. Men at eitt barn verður álopið nærhendis fólkum millum hús, er óvanliga sjáldsamt.

Talan var um eina ársgamla ørn, ið enn ikki sjálv er byrjað at veiða.

Sambært serfrøðinginum eru øll álopini framd av kongaørnum, ið júst er floygdar úr reiðrinum. Tær hava bert verið úti í ein mánaða ella tveir, og helst er talan um fýra ymsar fuglar, tí landafrøðiliga frástøðan millum teir fýra tilburðirnar er rættiliga stór.

Helt á í 20 minuttir

Fyrsta álopið hendi týsdagin 3. september við vatnið Tyin, mitt inni í landinum í ein landnyðring úr Bergen. Tá leyp ein ørn á Arvid Flæte, sum filmaði ørnina. Hon helt á við álopinum í einar 20 minuttir áðrenn hon gavst.

Tveir dagar seinni var Francis Ari Sturi á veg oman av 2.500 metra høga fjallatoppinum, Glittertind, sum liggur umleið 40 kilometrar norðan fyri Tyin. Hann gáaði ikki ørnina fyrr enn hann merkti eitt duk í nakkan. Ørnin legði eftir honum seks ferðir, og Francis Ari varð illa klóraður og mátti á skaðastovuna.

Krøkti seg í herðarnar

Dagin eftir varð Marianne Myrvang álopin av eini kongaørn 250 kilometrar longur norðuri, meðan hon gekk í lendinum nærhendis smáttuni Holtålen í Trøndelag.

Ørnin setti seg á herðarnar á henni og hálaði í. Hon rópti um hjálp og maðurin kom henni til hjálpar við eini grein, og fekk kveistra ørnina burtur. Hon fekk djúp sár í herðarnar av ørnini.

24 tímar seinni hendi so álopið á smágentuna í Orkland, umleið 100 kilometrar í ein útnyðring úr Holtålen.

Fleiri fólk, bæði børn og vaksin vóru úti í túninum á garðinum, tá tað hendi. Eftir álopið varð lítla gentan løgd í narkosu fyri at kanna skaðarnar, men onki álvarsligt er hent henni, skrivar NRK.

Hava helst kent seg hóttar

Alv Ottar Folkestad sigur við NRK, at tað ikki er talan um, at ørnirnar hava roynt at veiða menniskju. Hetta er reinur ágangur, helst tí at ørnin hevur kent seg hótta.

Men tað kann, sambært serfrøðinginum, eisini vera talan um, at ørnini hevur bilað okkurt.

Ørnin, sum leyp á smágentuna er nú avlívað.

Kongaørnin er næststørsti fuglur í Noregi, bert havørnin er størri.

Kongaørnin gerst millum 80 og 93 sentimetrar long, og veingjabreiðið er millum 2 og 2,22 metrar. Kongaørnin varð friðað í Noregi í 1968. Tað liva onkrastaðni millum 1.800 og 2.300 kongaørnir í Noregi.

Hon veiðir onnur fuglasløg og smádjór, men kann eisini taka størri djór, so sum lomb og kálvar.

Latínska navnið er ”Aquila crysaetos”, ið merkir ”gylt ørn”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

40 Leygardagur 14. september 2024

Kanning: Norska prinsessan átti at mist kongaliga heitið

Seinastu tíðina hevur norska kongshúsið mist undirtøku, vísir ein kanning, sum er gjørd fyri NRK

Märtha Louise prinsessa og Durek Verrett (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu tíðina hevur norska kongshúsið mist undirtøku, vísir ein nýggj meiningakanning, sum greiningarstovnurin Norstat hevur gjørt fyri NRK.

Í kanningini søgdu 62 prosent av teimum spurdu, at tey stuðlaðu kongshúsinum. Tað er ein stór minking í mun til í 2017, tá ein kanning vísti, at 81 prosent stuðlaðu kongshúsinum.

Tað er serliga nýgifta prinsessan Märtha Louise, sum norðmenn eru ónøgdir við. 69 prosent av teimum spurdu siga, at hon átti at mist prinsessuheitið.

Norska prinsessan er komin við fleiri umstríddum útsøgnum, og 31. august giftist hon við amerikanska Durek Verrett, sum sigur seg vera shaman. Rættindini til brúdleypið vórðu seld til Netflix og eitt bretskt vikublað, og tað vóru norskir miðlar ónøgdir við, skrivar Ritzau.

Men tað er ikki bert Märtha Louise prinsessa, sum hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina.

Marius Borg Høiby, sonur Mette-Marit krúnprinsessu, varð í august skuldsettur fyri harðskap móti einari kvinnu í Oslo, og norska løgreglan kannar eisini tvey onnur harðskapsmál, sum hava samband við Marius Borg Høiby.

Marius Borg Høiby er tó ikki formliga partur av norska kongshúsinum. Krúnprinsessan fekk hann, áðrenn hon hitti Haakon krúnprins.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2024

41 Leygardagur 14. september 2024

Kate prinsessa ikki longur í kemoviðgerð

Sjúkan hevur fingið hana og hjúnafelagan at virðismeta tey einføldu, men týdningarmiklu tingini í lívinum, sigur bretska krúnprinsessan

Kate prinsessa (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretska krúnprinsessan, Kate, er nú liðug við kemoviðgerð. Tað skrivar hon sjálv á sosiala miðlinum X.

Hon skrivar eisini, at sjúkan hevur fingið hana og hjúnafelagan, William krúnprins, til at virðismeta tey einføldu, men týdningarmiklu tingini í lívinum, sum nógv taka fyri givið.

Hon takkar eisini fyri stuðulin, sum hon og prinsurin hava fingið og boðar samstundis frá, at hon nú aftur tekur almennar uppgávur á seg.

- At gera tað eg kann, fyri at sleppa undan krabbanum, er tað eg nú miðsavni meg um, skrivar prinsessan.

Í mars kunngjørdi Kate prinsessa, at ein skurðviðgerð í maganum í januar avdúkaði at hon var rakt av krabbasjúku og skuldi undir fyribyrgjandi kemoterapi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

42 Leygardagur 14. september 2024

Djúpa røddin hjá Darth Vader og Mufasa er tagnað

Amerikanski sjónleikarin James Earl Jones doyði í gjár

James Earl Jones 1931-2024 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski sjónleikarin, James Earl Jones, maðurin, ið legði rødd til Darth Vader í “Star Wars” í 1977 og Mufasa í “Lion King” í 1994, doyði mánadagin, 93 ára gamal.

Tað upplýstu umboð fyri sjónleikaran til amerikanska undirhaldstíðarritið, Variety, sum skrivar at hann doyði í stillum í heimi sínum í statinum New York.

James Earl Jones var afroamerikanari, føddur í 1931 í Mississippi, meðan tað enn var greiður skilnaður millum tey hvítu og tey littu í suðurstatunum.

Sum fimm ára gamal flutti hann til garðin hjá abbanum og ommuni í Michigan, men drongurin hevði tað ikki lætt um hetta mundið, og byrjaði tí at stama.

Leingi var stamingin so umfatandi, at Jones sum smádrongur setti sær fyri, als ikki at siga nakað.

- Eg stamaði. Eg kundi ikki tosa, so míni fyrstu skúlaár var eg stummur – og hetta helt fram til high school, skrivaði James Earl Jones í endurminningum sínum frá 1993.

Og við ongari rødd tók tað eisini átta ár, áðrenn ensktlærari hansara ansaði eftir, at Jones hevði gávur sum yrkjari.

Hvønn dag eggjaði lærarin Jones at siga fram yrkingar. Og spakuliga vaks sjálvsálitið og hugurin til at tosa fram hjá tí unga afroamerikanaranum.

Hann var fyrstu ferð á palli á Broadway í 1957, og spældi við í fleiri Shakespeare-leikum.

Í 1969 fekk hann eina Tony virðisløn, tað størstu virðislønina innan palllisg, fyri leiklut sín sum boksarin Jack Johnson í leikinum “The Great White Hope”. Leikurin varð gjørdur til film í 1970, eisini við Jones í høvusleiklutinum. Tá varð hann, sum hin bert næsti afroamerikanski sjónleikarin nakrantíð, tilnevndur til ein Oscar fyri besta høvuðsleiklut.

James Earl Jones gjørdist heimskendur, tá hann gjørdist maðurin handan myrku og døpru tøddina hjá Darth Vader, meginbølmenninum í Star Wars-filmunum.

Eyðkenda djúpa rødd hansara varð eisini brúkt í fleiri øðrum filmum, eitt nú í “Lion King” hjá Disney, har hann var røddin hjá Mufasa.

Hann fekk fleiri virðislønir, m.a. tríggjar Emmy Awards, eina Golden Globe Award og tvær Tony Awards.

James Earl Jones giftis vil sjónleikaranum og sangaranum Julienne Marie í 1968 – hjúnabandið helt í fýra ár. Í 1982 giftist hann við Ceciliu Hart, tey fingu sonin Flynn. Cecilia Hart doyði av krabba í 2016, skrivar Ritzau. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

43 Leygardagur 14. september 2024

Rakk ikki í Riga

Málið hjá Lettlandi var ivasamt, men føroyska avrikið í serliga fyrra hálvleiki var meira enn ivasamt. Fyrsta tapið nakrantíð í kappingardysti móti Lettlandi er veruleiki

Gunnar Vatnhamar hevði ein stóran møguleika móti endanum - málið hjá Lettlandi kom, eftir at áleypari hjá Lettlandi nýtti armin til at sleppa fram við Andriasi Edmunssyni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fjórða kappingardystin á rað á útivølli er føroyska manslandsliðið farið av vøllinum uttan at skora. Hesaferð vóru føroyingar heilt nær við at skora seinastu løtuna, men Lettland kundi eisini økt, og samaumtikið var heimasigurin fult uppiborin.

Tað var 0-0 eftir fyrra hálvleik, men tað var serliga fyri steðgin, at munur var á liðnum. Føroyar sóu ikki út til at vera eitt lið, sum fekk tað at hanga saman við bótlinum, og ótryggleikar og hol vóru í verjupartinum. Tíbetur fyri Føroyar vóru lettar óskarpir  í føroyska brotsteignum, og ofta komu okkara eisini fyri í seinastu løtu.

Tað varð betri móti endanum av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin var tað sum so ein javnur og opin dystur. Adrian Justinussen og Mads Mikkelsen komu inn á vøllin og vísti serliga síðstnevndi seg væl fram í løtum.

[object Object]Jóan Símun varð skiftur út í hálvleikinum í sínumlandsdysti nummar 91 (Mynd: Sverri Egholm)

Lettland fekk einasta málið. Hetta var í 64. minutti - eftir eina løtu har Føroyar ikki heilt fingu avvíst. Tað var tó eingin ivi um, at bólturin kom í armin á Vladislavs Gutkovskis, so at Andrias Edmundsson ikki fekk fatur á honum. Gutkovskis legði útfrá, og Varslavans smekkaði bóltin í netið.

VAR-kanningin gav onkursvegna ikki Føroyum eina hjálpandi hond, og tað endaði 1-0. Hetta gevur tó ikki eina skeiva mynd av dystinum, har lettar vóru meira ágangandi og tryggir í spælinum.

Føroyar gjørdu tó eina fína roynd at javna, og tað burdi eydnast hjá Peturi Knudsen ella Gunnari Vatnhamar. Síðstu tíggju minuttirnar høvdu teir báðir hvør sín stóra møguleika eftir frálík innlegg - eitt úr vinstru frá Adrian og eitt úr høgru frá Hanusi Sørensen. Júst Hanus var tann besti føroyski spælarin við bóltinum, og gav HB-spælarin ferð og framfýsni í føroyska spælið til tíðir. 

[object Object]

Meinhard Egilsson var eisini nær við, áðrenn hann fór út, men trýstið glapp í yvirtíðini, har Lettland burdi økt. Bárður á Reynatrøð hevði tó eina framúr bjarging.

Føroyska liðið skal finna nakað annað fram samanlagt til heimadystin móti Lettlandi 13. oktober. Tí hann verður ein lykladystur í mun til plássið í deildini - nú hava Føroyar roynt at tapt kappingardyst móti baltiska landinum og hava tvey 1-0 tap í landinum í 2024. Tríggjar dagar áðrenn, 10. oktober, kemur Armenia á vitjan.

Fleiri myndir frá dystinum her

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
64' 1.0 Renars Varslavans (Vladislavs Gutkovskis)

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen (83' Klæmint Olsen), Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi - Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen (83' Pætur Petersen), Sølvi Vatnhamar (46' Mads Boe Mikkelsen), Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen Meinhard Egilsson Olsen (83' Petur Knudsen), - Jóan Símun Edmundsson (46' Adrian Rúnason Justinussen)

Norðurmakedonia - Armenia 2-0 (0-0)

Støðan:
1. Norðurmakedonia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig 
4. Føroyar 1 stig 

Komandi dystir:

10. oktober kl. 19.45: Føroyar - Armenia
10. oktober kl. 20.45:: Lettland - Norðurmakedonia

[object Object]Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen vórðu skiftir inn seint í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

44 Leygardagur 14. september 2024

Tvey tap móti Lettlandi seinastu tríggjar mánaðirnar

Síðani seinasta kappingarsigurin, móti Turkalandi 25. september 2022, hava Føroyar spælt 18 dystir. Liðið hevur fingið fýra javnleikir, umframt vunnið ein venjingardyst á Liktinstein

Føroyar vóru væl verri fyri steðgin. Seinastu løtuna kundi Føroyar javnað, men Lettland vann uppborið á Skonto leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Riga, Lettland (Portalurin): - Føroyar hava søguliga spælt tættar uppgerðir móti Lettlandi. Dysturin í lettiska høvuðsstaðnum týskvøldið var tann fimti kappingardysturin millum londini á A-landsliðshøpi. Umframt hetta hava liðini spælt tveir venjingardystir.

Føroyar høvdu eitt lítið yvirtak - undan dystunum í ár. 11. juni vunnu lettar 1-0 í venjingardysti í Liepaja, og sama úrslit varð týskvøldið.

Í juni vantaðu heilt nógvir spælarar, sum annars høvdu verið við. Nakrir av teimum, sum vanliga spæla, vóru heldur ikki í Riga nú. Málið hjá Lettlandi kom, eftir at bólturin kom í armin á lettanum, sum legði upp til málið. VAR metti hetta tó ikki sum brot, og dómaraserfrøðingar siga tað sama. Tað sá tó "ivasamt" út, men broytir ikki sannroyndina at Føroyar vóru við undirlutan leikliga.

Partar av fyrra hálvleiki vóru undir alt lágmark, og ein ávísur ótryggleiki hómaðist. Serliga tá hugsað verður um, at mótsstøðuliðið ikki er eitt landslið, sum er nær námind evropeiska tindinum. Lettland flutti upp úr Deild D í 2022 og er styrkismett eitt pláss oman fyri Føroyar. Fyri steðgin í Riga var tó stórur munur á liðnum - serliga við bólti. Liðið hjá Håkan Ericson fekk skapt eina øðrvísi dystarmynd eftir steðgin, men skarpleikin vantaði fyri at javna og fáa stig.

Júst tað at fáa stig var annars umráðandi fyri í bólkinum og fyri sjálvskensluna hjá føroyingunum. Hetta varð fyrsta tap í kappingardysti fyri Lettlandi nakrantíð. Ikki einn løtt sannroynd hjá føroyingunum at svølgja - spælararnir vildu gjarna hava Føroya fólk við. Fyri átta árum síðani eydnaðist at vinna her í HM-undankappingini, og í Nations League fyri fýra árum síðani spældu liðini tveir 1-1 javnleikir.

Søguliga hevur føroyska A-landsliðið fleiri longri tíðarskeið, har fá stig koma til høldar. Tað hevur tó kenst heldur soltið eftir flotta sigurin á Turkalandi 25. september 2022.

Hetta var seinasti dysturin í tí Nations League-kappingini. Síðani hava Føroyar spælt 18 dystir, harav 10 kappingardystir. Tað er ikki eydnast at vunnið ein kappingardyst síðani (8 EM-undankappingardystir og tveir Nations League-dystir). Tríggir javnleikir eru tó komnir til høldar í hesum dystunum: Norðurmakedonia, umframt Albania og Moldova á útivølli.

Í venjingardystum hava Føroyar spælt 1-1 javnleik í Kosovo og vunnið 4-0 á Litkinstein, sum eftir tapið fyri San Marino í síðstu viku kann metast sum veikasta landsliðið í Evropa. Restina av dystunum hevur liðið hjá Håkani Ericson tapt. So at siga allar uttan at skora.

Føroyar spæla heimadystir 10. og 13. oktober móti ávikavist Armenia og Lettlandi. Her er av álvara neyðugt at skava stig saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

45 Leygardagur 14. september 2024

Eitt brotsspark og eitt mál í part á Tórsvølli

Føroyska A-landsliðið megnaði at fáa ein 1-1 javnleik móti hægst styrkismetta liðnum í sínum bólki

Innskifti KÍ leikarin, Mads Boe Mikkelsen, spældi væl, og var við í fleiri støðum móti Norðurmakedonia. (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Fyrri hálvleikur í dystinum leygardagin millum Føroyar og Norðurmakedonia var sum heild javnur. Og føroyska A landsliðið megnaði veruliga at vísa tenn. 

Aftaná einar fimm minuttir hevði føroyska landsliðið sína fyrstu álopsroynd. Við langari avlevering frá Andriasi Edmundssyni til Meinhard E. Olsen. Hann leitaði sær út til vinstru síðu, har hann við stuttari avlevering fann Hanus Sørensen. HB leikarin fekk spælt Sølva Vatnhamar í góðan málmøguleika, men skotið varð blokerað, og bólturin fór út til hornaspark til Føroyar.

Eftir sjey minuttir høvdu Føroyar aftur hornaspark. Her varð Gunnar Vatnhamar hildin, og dómarin var ikki í iva og peikaði á brotssparksblettin. VAR staðfesti brotssparkið og Viljormur Davidsen setti bóltin í netið. Málverjin í norðurmakedonska málinum, Stole Dimitrievski, valdi lukkutíð skeiva síðu, og so var 1-0 til Føroyar.

[object Object]Liðskiparin leggur Føroyar á odda (Mynd: Sverri Egholm)

Norðurmakedonia kom tó til onkrar málroynd. Yngri Vatnhamar-beiggin, Gunnar, rakti ikki bóltin, tá hann skuldi upp at stúta bóltin fram, og so fór mótstøðuliðið. Bárður á Reynatrøð kom hedur illa út, og verður snýttur av Bojan Miovski, men til alla lukka fekk Andrias Edmundsson kastað seg fyri inni í fimm-metrinum og syrgdi fyri, at makedonar ikki fingu javna.

Miðverji útskiftur

Í hálvleikinum varð Hørður Askham innskiftur fyri Samuel Chukwudi. Fótbóltsføroyar høvdu helst væntað, at tað var Hørður ið fór at vera millum fyrstu ellivu, heldur enn Samuel, men so var ikki. Miðverjin úr høvuðsstaðnum, sum til dagligt leikar við FC Roskilde í næstbestu donsku liðkappingini, var við í fleiri avgerandi støðum.

Liðskiparin hjá Norðurmakedonia, Enis Bardhi, umsetti hegnisliga brotsspark til mál, eftir at hann varð feldur á heldur klossutan hátt av Gunnari Vatnhamar. Boð vórðu ikki send eftir VAR maskinarínum, tí helst hevur talan verið um greitt brot á fótbóltslógina.

Helst vandamiklasta roynd í seinna hálvleiki kom eftir 57 minuttir, tá Nikola Serafimov stútaði bóltin víðari til ein púra ódekkaðan Darko Churlinov, sum smekkaði til bóltin. Við heldur hepnari bjarging, forðaði Bárður á Reynatrøð bóltinum frá at fara í mál. 

Bojan Miovski, ið vanliga spælur við Girona í bestu sponsku kappingini, La Liga, trýsti føroysku verjuna í 64. minutti, men málverjin í føroyska málinum var tryggur á bóltinum.

Meira ferð í álopið

Tá 68. minuttir vóru farnir, blivu Adrian Justinussen og Mads Boe Mikkelsen innskiftir fyri ávikavist René Shaki og Jóan Símun Edmundsson. Ein serdeilis offensiv útskifting, ið hevði við sær, at álopsspældi fekk nakað meir av ferð. Meinhard Egilsson Olsen spældi restina av dystinum sum fremsti maður, inntil hann varð útskiftur.

Føroysku leikararnir vístu góðar dygdir, tá eitt knapt korter var eftir av dystinum. Meinhard Olsen varð sendur oman í høgru síðu, eftir avlevering frá Jóannesi Kalsø Danielsen. Her fann 27 ára gamli eysturoyingurin Mads Boe Mikkelsen, sum spældi bóltin stutt víðari til ein púra frían Sølva Vatnhamar. Aldursforsetin á føroyska landsliðnum fekk tíverri ikki umsett skotið til mál, tí skotið ikki hevði nóg mikið av megi. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen og Petur Knudsen komu á vøllin tá umleið sjey minuttir restaðu í vanligu leiktíðini. Teir komu inn fyri ávikavist Meinhard Olsen og Sølva Vatnhamar. Restina av dystinum var 26 ára gamli maðurin úr Saltangará, Petur Knudsen, fremsti maður á føroyska liðnum.

Undir omanfyrinevndu útskifting fekk svenski venjarin hjá føroyska landsliðnum, Håkan Ericsson gult kort. Hann var ikki nøgdur við avrik dómarans, helst tí hann ikki slapp at fremja útskifting tá tað hóvaði honum. Í ónøgd tók hann í armin á hjálpardómaranum. Tað verður ikki tolererað í fótbóltshøpi, og fekk hann tí gult kort sum agarevsing, fyri at sýna misnøgd á dómarans arbeiði.

Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini. Í tíðini, sum dómarin legði afturat, spurdist ein stórur málmøguleiki burturúr. Tað var Petur Knudsen, sum trekti inneftir úr vinstru síðu og fekk møguleika til góða skotroynd. Skotið bleiv partvíst blokerað av mótstøðuleikara. Patrik Johannesen var klárur, men tíverri rangstaddur. 

Dysturin endaði tí 1-1, tá litaviski dómarin bríkslaði av. 2.057 áskoðarar vóru til staðar á Tórsvølli henda seinnapartin.

Allar myndirnar frá dystinum síggjast her

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07. september
Føroyar - Norðurmakedonia 1-1 (1-0)
08. min 1-0 Viljormur Davidsen, br.
49. min 1-1 Enis Bardhi, br.

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar
Bárður á Reynatrøð (MV) - Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi (45' Hørður Askham), Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen (66' Mads Boe Mikkelsen), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar (84' Petur Knudsen), Sølvi Vatnhamar, Meinhard Olsen (84' Patrik Johannesen) - Jóan Símun Edmundsson (66' Adrian Justinussen).

[object Object]Hesir byrjaðu inni (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

46 Leygardagur 14. september 2024

Håkan Ericson: - Tað snýr seg um javnvág í heildarmyndini

Landsliðsvenjarin slær fast, at broytingarnar á liðnum snúðu seg um javnvág

Svenski venjarin hjá føroyska landsliðnum var sum heild nøgdur eftir 1-1 avrikið móti Norðurmakedonia leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Hann var fáorðaður, men er als ikki skorin fyri tungubandið. Maðurin, sum leiddi svenska U21 landsliðið til meistaraheitið í EM 2015, stóð nú sum nøgdur høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum. 

- Eg eri sum so nøgdur, men tungt at missa 1-0 leiðsluna

Håkan Ericson ásannar, at sjálvandi vildu teir í føroysku leguni ynskt trý stig. 

- Vit eru uppi móti einum sterkum fótbóltsliðið, sum er sera spælsterkt og sum hevur bóltin nógv. At vit ikki bara liggja og verja, men skapa nógvar støður, kunnu vit ikki annað enn at vera nøgdir við, sigur Håkan Ericson.

- Tað er altíð tungt at missa eina leiðslu í dystinum, men eg kann ikki siga, at eg haldi úrslitið vera órættvíst, leggur svenski venjarin afturat.

Tað vóru nógvar støður í dystinum, har Føroyar vóru leikliga omaná. Høvdu føroysku stríðsmenninir havt nakað av hepni við sær afturat, so hevði staðið øðrvísi til. Sagt við øðrum orðum: Leikliga var tað nærri við at gerast 2-1 til Føroyar, heldur enn hinvegin. 

Tað var tann eina støðan, har Norðurmakedonia mundi lagt seg framum, men Andrias Edmundsson tveitti seg fyri bóltin og noktaði mótstøðumonnum eitt mál.

- Tað snýr seg um heildarmyndina og javnvág

Tað munnu ikki hava verið heilt fá sum lyftu eygnabrýr, tá leikaralistin kom út. Millum teir fyrstu ellivu var Samuel Chukwudi, har flestu fótbóltsáhugað høvdu væntað at sæð Hørð Askam. Umframt ta broytingina, var Adrian Justinussen heldur ikki millum teir fyrstu ellivu. Vit skiftu orð við landsliðsvenjaran um hesar undranarsomu avgerðir.

Hvørjar tankar hevur tú gjørt tær, nú tú valdi at byrja uttan Adrian og Hørð?
- Hørður hevur skift felag í summar, har tað eisini fyllir nakað. Samuel Chukwudi, sum hevur víst øgiliga javnar og støðugar dygdir seinastu tíðina, skal eisini fáa møguleikan.

Samuel Chukwudi hevur havt ávísar leikligar avbjóðingar, men soleiðis er ofta við yngru spælarunum. Tað ásannar landsliðsvenjarin eisini, men trýr uppá, at valið at byrja við avleveringssterka Samuel Chukwudi, tænti sínum endamálið, hóast hann varð útskiftur í hálvleikssteðginum. 

Viðvíkjandi Adriani Justinussen, so er talan um taktiskar orsøkir, tá hann varð frávaldur millum teir fyrstu ellivu.

- Adrian er ein ótrúliga dygdargóður spælari, men hann er av avgerandi týdningi, tá spælið er etablerað til okkara fyrimun. Vit vóru eitt sindur varnir at byrja við, men mettu okkum vera offensivt meir vandamiklir sum dysturin leið, og tí kom Adrian inn seinni.

- Tað valdar ein sunn kapping um plássini á landsliðnum, og tá alt kom stykkis, so er tað yvirskipaða orsøkin til broytingarnar á liðnum. Tað snýr seg um at hava javnvág í heildarmyndini, sigur Håkan Ericson við Portalin at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

47 Leygardagur 14. september 2024

Viljormur Davidsen: - Kenslan er OK

- Tað er av stórum týdningi at skapa so gott byrjanarstøði sum møguligt. Vit fáa skapt møguleikar í dag, og eg ivist ikki í at tað er gott fyri sjálvsálitið á liðnum, sigur liðformaðurin á føroyska landsliðnum við Portalin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Tað gjørdist sum kunnugt til 1-1 javnaleik á Tórsvølli leygardagin, í dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia. Vit fingu orðið á liðformannin og málskjúttan til 1-0, Viljorm Davidsen.

- Kenslan er OK

Norðurmakedónia er hægst styrkismetta liðið í bólkinum hjá Føroyum. Hóast hetta, so iðrar liðformaðurin seg um at liðið ikki fór avstað við øllum.

- Vit spæla í dag móti favorittunum til at vinna bólkin, so tað at vit megna at skava eitt stig saman, tað eru vit glaðir fyri. Kenslan at fáa eitt stig er OK, men vit vildu sjálvsagt ynskt at farið avstað við øllum, sigur Viljormur Davidsen.

Liðformaðurin er glaður fyri teir møguleikar sum liðið skapti, men er argur um at ikki fáa trý stig.

- Vit eru jú á Tórsvølli, har allir vilja vísa seg. Vit fáa skapt nógvar møguleikar, og vit eru enntá frammanfyri 1-0. Tað er ótrúliga týdningarmikið at fáa nóg mikið av sjálvsáliti inn í dag og teir ungu miðverjarnir vit spæla við í dag, gera tað eisini ótrúliga væl, sigur ein stoltur liðformaður. 

[object Object]Her skorar Viljormur Davidsen til 1-0 til Føroyar, við brotssparki, longu í áttanda minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Liðformaðurin leggur afturat, at teir, sum hava verið við leingi vita, at tað skal so lítið til, so koppa tingini teirra veg. 

Libero-leikluturin hjá Gunnari Vatnhamar
At síggja til, so spældi Føroyar við fimm monnum í verjuketuni móti endanum av dystinum. Vit spyrja Viljorm um tankarnar aftanfyri hesa taktisku avgerð.

- Gunnar hevur ein ávísan libero-leiklut, har hann spælur sum 6'ari, men kann detta niður í miðverjuna og tað dugir hann ótrúliga væl. Hetta hjálpir mátanum sum vit spæla uppá, tí tað ger at vit hava ein mann sum kann hoppa millum fleiri positiónir og tað ger, at vit skapa jaligt spæl og vandamiklar álopsroyndir.

- Vit skulu halda uppá bóltin enn meir
Spurdur um hvat føroyska landsliðið skal gera øðrvísi, nú teir fara til Riga í Litava í morgin, sigur liðformaðurin er sjóneyka er sett á sjálvt bóltspælið.

- Vit skulu halda enn meir uppá bóltin, umframt at fáa meir flow í spælið. Vit skulu megna at venda skjótari, so vit gerast meir róligir tá vit hava bóltin, sigur Viljormur Davidsen.

- Vit skulu steðga mótstøðuliðnum at fara í skjótálop alla tíð. Harafturat skulu vit steðga at standa og verja alla tíð, men royna at skapa nógvar møguleikar og støður annars.

Liðformaðurin leggur afturat, at hóast teir ynskja at hava bóltin meir, so vilja teir heldur hava bóltin minni og skapa málmøguleikar, heldur enn at havfa bóltin meir, og skapa færri málmøguleikar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

48 Leygardagur 14. september 2024

Jóan Símun hevur nú spælt 90 A-landsdystir

33-ára gamli toftamaðurin er bert annar spælarin, sum hevur rokkið hesum. Hin er bygdamaðurin Fróði Benjaminsen, sum spældi 94 skrásettar landsdystir

Jóan Símun Edmundsson kemur inn til sín landsdyst nummar 90. Toftamaðurin hevði fleiri góðar atgerðir á Tórsvølli leygardagin - serliga í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar hava nú tveir fótbóltsspælarar, sum hava spælt 90 A-landsdystir. Annar náddi hesum málinum fyri nøkrum árum síðani, hin náddi tí móti Norðurmakedonia leygardagin, og báðir eru toftamenn. 

Fróði Benjaminsen spældi 94 skrásettar dystir millum 1999 og 2017, og tók landsliðsmetið frá Óla Johannesen. Hann var liðformaður og lyklaspælari leingi. Harði miðvallarin gekk ofta á odda í serliga nærdystunum, og skoraði hann eisini seks mál. 

[object Object]
Fróði Benjaminsen takklar her Zlatan Ibrahimovic á Friends Arena (Savnsmynd: EPA)

[object Object]Fróði Benjaminsen sæst her aftast til høgru í fagnaði eftir málið hjá Jóan Símuni Edmundsson í minniliga sigrinum í Grikklandi fyri skjótt tíggju árum síðani (Savnsmynd: EPA)

Jóan Símun Edmundsson spældi á fyrsta sinni á A-landsliðnum, tá Frakland vitjaði í august 2009. Hetta var stutt eftir, at toftamaðurin, sum tá var í Newcastle, hevði skorað einsamalla málið fyri U21-landsliðið móti Russlandi.

Jóan Símun hevði júst havt 18-ára føðingardag, tá hann kom í gongd á A-landsliðnum. Nú, 15 ár seinni, hevur hann spælt samanlagt 90 landsdystir. Nú 33-ára gamli maðurin er álopskendur og hevur mest spælt sum fremsti maður á A-landsliðnum, hóast hann ikki er "typiskur áleypari"

Hansara sereginleikar eru millum annað at taka ímóti bóltinum. Jóan Símun Edmundsson hevur skorað átta mál - nøkur av teimum heilt umráðandi og sermerkt: Her stendur málið í 1-0 sigrinum í Grikkalandi í 2014 fremst, og síðst Jóan Símun skoraði á landsliðnum var í 2-1 sigrinum á Turkalandi á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani.

Seks av teimum átta málunum hjá Jóan Símuni eru komin í sigrum. Áleyparin skoraði eisini fyrsta føroyska málið í Nations League yvirhøvur í 3-1 sigrinum á Malta á Tórsvølli. Hetta var í 2018. Seinni í ár, tá hendan Nations League kemur móti endanum, kann Jóan Símun Edmundsson taka metið fyri talið av landsdystum.

Hann er eisini bert tvey mál frá at javna málmetið: Rógvi Jacobsen og Klæmint Andrasson Olsen hava báðir 10 mál. 

[object Object]
Jóan Símun spælir nú á landsliðnum saman við yngra beiggjanum Andriasi Edmundsson - her koma teir á vøllin undan 1-1 dystinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tøl: FaroeSoccer og FSF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2024

49 Leygardagur 14. september 2024

U21: Grikkaland vann 4-0 á Føroyum

Tað gekk ikki hjá føroysku stríðsmonnunum at fáa stig móti Grikkalandi - mótstøðan gjørdist ov stór

Føroysku U21 fingu tíverri ikki skavað stig saman við Djúpumýru týskvøldið. (Mynd: Áron Vest)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Grikkar sótu á tí mesta í U21-dystinum við Djúpumýru týskvøldið. Leikliga yvirvágin fall í teirra lut, hóast føroysku dreingirnir gjørdu sítt til at geva teimum skarpan gang.

Olaf Bárðarson átti eitt sera lovandi álop, har hann í vinstru síðu trekti seg snilt forbí Athanasios Koutsogoulas, kom inn í brotsteigin hjá grikkum, men dómaratoymið sá bóltin vera úti onkursvegna og dømdu tískil innkast. Hetta var helst vandamiklasta royndin hjá føroysku dreingjunum í fyrra hálvleiki.

Fyrsta málið hjá grikkum kom í 13. minutti. Ein stórspælandi Christos Kourfalidis varð spældur eitt stutt innlegg úr vinstru síðu, og við fyrstu nerting smekkaði hann bóltin hegnisliga í netið. Ari í Haraldsstovu Petersen í føroyska málinum fekk ikki steðgað bóltinum.

Knappar 10 minuttir eftir fyrra málið, so var aftur mál til grikkar. Heldur snopisliga fekk Ilias Kostis stúta bóltin í málið, og vóru okkara dreingir ov stuttir til at bjarga bóltinum. 

Løgdu meira trýst á

Føroyar lølgdu nakað meir trýst á í seinna hálvleiki. Ikki bara frá spælarunum, men eisini trummurnar og rópini frá viðhaldsfólkunum larmaðu meir í seinna hálvleiki. Tó til fánýtis, tí ongin skotroynd á mál spurdist burturúr.

Grikkaland var greitt omaná, hvat leikligu yvirvágini viðvíkur.

Grikkar høvdu fleiri skotroyndir, harav fleiri vóru væl blokeraðar av føroysku verjuni. Tó kom skot úr 20 metrum frá Georgios Koutsias í 51. minutti, har hann heldur tilvildarliga fekk sett fótin á bóltin, og við ikki serliga hørðum skoti, setti bóltin í netið. Nógvir leikarar stóðu fyri, so á onkran hátt varð útsýnið hjá Ari Petersen í føroyska málinum avmarkað, og fekk tískil ikki kasta seg eftir bóltinum í røttu tíð.

Grikkaland legði seg framum 4-0 tá ein góður tími var farin. Eitt heldur løgið mál. Hornaspark var, og Ionnis Niarchos fekk stútað bóltin, føroyski málverjin fekk loftað bóltinum móti yvirleggjaranum, men í ósketni misti hann bóltin í málið.

Fleiri skotroyndir vóru frá grikkum, men føroysku leikararnir fingu tíverri onga vandamikla skotroynd.

Nógv av álopsspælinum hjá Føroyum fór gjøgnum vinstru síðu, bygt upp av Martin Agnarssyni. Sama maður fekk roynt seg við skotroynd inni í grikska brotsteiginum, men bólturin fór nakað væl uppum málið og útum leikøkið.

Síðsta vandamiklað skotroynd frá Grikkalandi fekk Ari í Haraldsstovu bjargað í stórum stíli. Hetta skotið kom úr stuttari frástøðu.

EM undankapping U21, bólkur G
Týsdagin 10. september

Føroyar - Grikkaland 0-4 (0-2)
13' 0-1 Christos Kourfalidis
22' 0-2 Ilias Kostis
51' 0-3 Georgios Koutsias
65' 0-4 Giannis Niarchos

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar (3-4-3 / 5-4-1):
Ari Petersen (MV) - Mikkjal Hellisá (78' Emil Weihe Joensen), Børge Petersen (L), Ejvind Mouritsen - Martin Agnarsson, Heini Sørensen (78' Jens Erik Bruhn), Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ási Dam - Olaf Bárðarson (65' Beinir Nolsøe), Jørgen Nielsen (85' Gutti Dahl-Olsen), Leivur Guttesen (78' Bergur Poulsen)

Kroatia - Portugal 0-2 (0-0)

Støðan í bólkinum:
Portugal 21 stig
Grikkaland 17 stig
Kroatia 16 stig
Føroyar 7 stig
Hvítarussland 6 stig
Andorra 3 stig

Grikkaland og Hvítarussland hava spælt 9 dystir, hini londini 8

Komandi dystir:
11. oktober: Føroyar - Portugal
11. oktober: Kroatia - Andorra


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

50 Leygardagur 14. september 2024

U21 landsliðsvenjarin: - Hetta var eitt ljótt tap

Eyðun Klakstein sigur, at undan dystinum trúði hann veruliga uppá, at teir høvdu tað sum skuldi til, fyri at skapa eitt úrslit

Eyðun Klakstein, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, eftir dystin við Djúpumýru týskvøldið (Mynd: Áron Vest)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Tað endaði 4-0 til Grikkaland ímóti Føroyum við Djúpumýru týskvøldið. Eitt úrslit, sum teir á U21 landsliðnum hjá Føroyum, als ikki sóu koma. Undan dystinum vóru einans jaligar vónir og bjartskygni at hóma, men hetta vendist alt til vónbrot í Klaksvík í kvøld.

- Hetta er vánaligasta avrikið sum hevur verið í hesi undankappingini. Tað eru nógv ting, sum vit vanliga eru góðir til, sum ganga heilt galið í dag, sigur Eyðun Klakstein við Portalin eftir dystin.

Eitt ljótt og uppiborið tap
Sambært venjaranum, so botnar alt í, at U21 landsliðið ikki gjørdi tað gott nokk. Eyðun Klakstein iðrar seg um tapið, tí hann helt veruliga at hópurin kundi fáa gott tak á grikkum.

- Tað var okey, tá teir skora til 1-0, men tá teir skora til 2-0, so tykjast vit at missa mótið eitt sindur. 

Fleiri lyklaleikarar vóru ikki tøkir, eitt nú vegna skaðar og leikbann. Hetta er tó ikki nakað, sum U21 landsliðsvenjarin ynskir at nýta sum umbering.

Hann hevur ilt at meta um hvønn týdning tað hevur fyri leikligu gongdina, men ásannar samstundis, at manglar tú góðar spælarar, so er tað sjálvandi ein missur.

- Vit hava eisini tikið fleiri nýggjar, ungar og sera góðar spælarar inn, og eg helt veruliga, at kundu skapað eitt gott úrslit við teimum spælarunum sum vit høvdu. Vit høvdu millum annað eina nýggja verjusamanseting. Hendan avbjóðing var ikki til staðar, vóru spælararnir sum vit mangla í dag tøkir, men eg kasti ikki skuldina á manglandi spælarar í kvøld, sigur ein sannførdur Eyðun Klakstein. 

- Eitt reality-check fyri ungu menninar
Venjarin heldur, at saman við honum, so missa hansara menn ongantíð móti, men heldur halda teir áfram, hóast ágangin frá grikkum. 

- Spælararnir blíva við at stríðast og stríðast, hóast mótgongd. Teir hildu veruliga áfram at stríðast.

Eyðun Klakstein leggur afturat, at um tú sum U21 landsliðsleikari ikki kemur inn við røttum hugburði, at samansetingin ikki er í lagi og tingini ikki rigga, so er liðið altíð í vanda fyri at tapa 4-0 á einum liði sum Grikkalandi.

- Hetta er í so máta eitt reality-check fyri ungu menninar her. Hetta, at er spælið ikki betri enn hetta her, so er úrslitið hareftir, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum at enda. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

51 Leygardagur 14. september 2024

Børge Petersen: - Vit hava ikki uppiborið pitsu eftir dyst

22 ára gamli liðskiparin á U21 landsliðnum hjá Føroyum sigur, at tað er ein sera tóm kensla, teir á liðnum sita eftir við

Liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum var sera fáorðaður, tá Portalurin hitti hann til samrøðu eftir dyst. (Mynd: Áron Vest)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Í forhøllini til umklæðingarrúmini hjá Føroyum spreiðir seg ein dámur av pitsalukti, tá liðformaðurin, Børge Petersen, kemur útum at gera samrøður.

Ein fáorðaður liðskipari
- Kenslurnar eru ikki góðar. Eg dugi ikki at greiða frá, men vit altso eftir við ongum, sigur ein skuffaður liðskipari, tá vit spyrja hann, hvørjum teir í hópinum sita eftir við

Tit síggja kanska fram ímóti at fáa hvílt tykkum og fáa okkurt gott eta?
Ja, tað sum øll lukta her beint nú, tað er ikki nakað vit hava uppiborið, vildi eg sagt, leggur liðskiparin stutt afturat.

Børge Petersen ásannar, at tað er trupult at seta orð, hvørt nakað gekk leikliga væl ella ikki, tá teir ikki hava sæð dystin umaftur.

- Til tíðir kendu vit á okkum, at tað gekk væl. Tó tað mesta av tíðini kendu vit, at tað gekk illa.

Portugal er næsta avbjóðing
Tað er eygsæð, at liðformaðurin ikki hevur nógv orð til yvurs, eftir 4-0 tapið á Grikkalandi við Djúpumýru í kvøld. 

- Nú skulu vit fyrst og fremst hyggja eftir dystinum og analysera hann. Hareftir fara vit eftir at gera tað nógvar ferðir betri móti Portugal, sigur Børge Petersen at enda.

Dysturin móti Portugal er settur at verða spældur 11. oktober klokkan 16, somuleiðis við Djúpumýru í Klaksvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

52 Leygardagur 14. september 2024

Víkingur í steypafinaluni fyri fyrstu ferð

Kvinnurnar hjá Víkingi vunnu seg sunnukvøldið í steypafinaluna, sum verður 5. oktober

(Mynd: Víkingur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annað liðið í steypafinaluni í fótbólti hjá kvinnum 5. oktober er funnið.

Víkingur vann 4-0 í fyrru hálvfinaluni móti B36, og gjørdi aftur bart, tá liðini møttust í seinnu hálvfinaluni sunnukvøldið.

Við 5-0 og samlaðum 9-0 sigri móti B36 vann kvinnuliðið í Eysturkommunu seg á fyrsta sinni í steypafinaluna.

Jensa Tórolvsfóttir skoraði trý mál meðan Mona Rasmusdóttir og Rakul Sørensen tóku sær av hinum báðum málunum.

Hetta er fyrstu ferð, at víkingakvinnur eru í steypafinaluni.

Hvat mótstøðuliðið hjá Víkingi verður í finaluni, verður greitt 26. september, tá NSÍ og HB hittast í seinnu hálvfinaluni. Runavíkskvinnur hava annað beinið í finaluni, tí tær vunnu heili 5-1 móti teimum reyðu og svørtu.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli 5. oktober.

Onnur hálvfinalan, steypakappingin, kvinnur
Sarpugerði, 8. september

Víkingur - B36 5-0 (2-0)
13' 1-0 Jensa Tórolvsdóttir
15' 2-0 Jensa Tórolvsdóttir
56' 3-0 Mona Rasmusdóttir
77- 4-0 Jensa Tórolvsdóttir
86' 5-0 Rakul Sørensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2024

53 Leygardagur 14. september 2024

Mikkjal besti venjari í Svøríki í august

Heiður til føroyska venjaran sum svenska stórfelagið keypti í juli. AIK vann allar dystirnar í august

- Eg eri nøgdur við menningina seinstu tíðina, og vit fara at arbeiða hart fyri at byggja eina mentan og halda fram (Mynd: aikfotball.se)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Byrjanin var heldur trupul við tveimum tapum á rað móti GAIS síðst í juli, men síðani hava Mikkjal Thomassen og hansara lið vunnið allar sínar dystir: Fimm á rað í Allsvenskan og ein í svensku steypakappingini.

Allir sigrarnir vóru í august, og fyri hetta hevur 48-ára gamli føroyski høvuðsvenjarin í svenska høvuðsstaðnum fingið stóran heiður: Besti venjari í Allsvenskan fyri august.

- Eg eri nøgdur við menningina seinstu tíðina, og vit fara at arbeiða hart fyri at byggja eina mentan og halda fram við okkara menning. Eg vil gera greitt, at hetta er ein liðinnsatsur: AIK hevur ein ógvuliga væl skikkað venjara- og hjálpartoymi, sum arbeiða gróthart og stuðla mær fyri at skapa tær bestu fyritreytirnar fyri spælararnar.

Hetta sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá AIK um heiðurin. 

Tað eru liðformenn og venjarar í Allsvenskan, saman við ymiskum miðlum, sum velja tríggjar venjarar. Síðani atkvøða hesi, saman við áskoðarunum, um, hvør vinnarin skal vera.

AIK skoraði átta mál og lat bert tvey mál inn í sínum fimm landskappingardystum í Allsvenskan í august. Liðið hjá Mikkjali Thomassen er á 5. plássi -  trý stig eru upp til 3. plássið, ið tryggjar evropeiskt pláss til næsta ár. 4. plássið kann verða nóg mikið, og tað er AIK eitt stig frá.

Nú landsliðssteðgurin er av, er oddliðið Malmö FF á skránni. Hetta er sunnudagin í Stokkhólmi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

54 Leygardagur 14. september 2024

U17 og U19 vunnu hvør sín dyst í Spania

Ungu føroysku menninir hava verið á venjingarlegu, og skoraðu teir samanlagt nógv mál í Spania

Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller vóru málskjúttarnir í sigrinum á Murcia (Mynd: Ingi Arge)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bæði U17-landsliðið og U19-landsliðið við dreingjum hava farnu dagarnar verið á venjingarlegu í Pinatar í Spania

Samlaða úrtøkan hjá U17- og U19 í venjingardystunum gjørist tveir sigrar og tvey tap, skrivar fsf.fo.

- U17-landsliðið fekk møguleikan at royna seg ímóti tveimum sponsku dreingjaliðum. Í fyrra dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Real Murcia, meðan seinni dysturin, sum var ímóti UCAM Murcia, endaði við 3-2 sigri til Føroyar. Málini skoraðu Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller.

Um ein mánað skulu U17 dreingirnir í eldin aftur, tá EM-undankapping er á skránni í Albania. Føroyar eru í bólki C3, saman við Niðurlondum, Kroatia og Albania, ið er vertur fyri kappingini.

Loyptu hvøkk á Skotland - vunnu á Turkmenistan
Hjá U19 dreingjunum gjørdist talan eisini um ein sigur og eitt tap í venjingardystunum, sum vórðu spældir á Pinatar Arena.

Fyrri dysturin, sum var ímóti Skotlandi, bleiv rættuliga málríkur. Úrslitið gjørdist 5-3 til Skotland, eftir at Føroyar ta einu løtuna stutt eftir steðgin vóru á odda 3-2. Málini skoraði Jónas Prior, Torkil Holm og Bartal Páll Klein.

[object Object]
Málskjúttarnr Torkil Holm, Jónas Prior og Bartal Páll Klein eftir málríka dystin móti Skotlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

[object Object]Føroyska liðið áðrenn dystin móti Turkmenistan (Mynd: Ingi Arge)

Í seinna dystinum var mótstøðuliðið Turkmenistan. Føroyar vunnu 3-1 eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Aron Benjaminsen úr norska Kristiansund skoraði tvey mál og Djóni Samuelsen úr HB hitt.

Næst á skránni hjá U19-landsliðnum við dreingjum er EM-undankappingin, sum verður í Kosovo um um miðan november. Hini bæði londini í bólkinum eru Spania og Eysturríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

55 Leygardagur 14. september 2024

Fyrrverandi borgarstjóri er nýggjur formaður í B68

Jóhannus Danielsen hevur tikið við, og Jann Ingi Petersen er nú næstformaður. Hetta er greitt eftir eykaaðalfundin hjá B68 mikudagin

Nýggja nevndin á Toftum (Mynd: B68)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið hevði B68 eykaaðalfund á Svangaskarði. Hann hevur verið útsettur nakrar ferðir.

Fyri stuttum fór Høgni Petersen frá sum formaður. Hann tók við fyri Ian Jacobsen á eykaaðalfundi í august í fjør. Nakað av rumbli hevur verið um serliga fíggjarlig viðurskifti seinastu árini í B68, og skuldin hevur verið upp ímóti trimum milliónum krónum.

Tað var bert eittans mál á skrá á Toftum mikudagin, og tað var skipan av nevnd. Tað eydnaðist eisini at mannað eina slíka:

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir eru Meinhard Fróði Højgaard og Niclas F. Davidsen. Síðstnevndi var í nógv ár formaður í B68.

Nýggi formaðurin, Jóhannus Davidsen, hevur áður verið borgarstjóri í Nes kommunu. Fyrrverandi spælarin, Jann Ingi Petersen, er nýggjur næstformaður. 

Nýggja nevndin skal næstu tíðina millum annað seta nýggjan venjara til besta mansliðið. Jákup á Borg hevur takkað fyri seg á Toftum - hann gevst eftir hetta kappingarárið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

56 Leygardagur 14. september 2024

Skulu spæla móti Ukraina í Litava

Vilnius verður karmur um EM-undankappingardystin millum londini 10. november. Ukraina kann ikki spæla í egnum landi vegna kríggið

Føroyar vunnu greitt á Ukraina, tá liðini hittust á Hálsi í apríl í fjør - hetta í avgerandi dysti í EM-undankappingini. Tað var uppá tal, at liðini aftur skuldu hittast á Hálsi í november (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu EM-undankapping spældu Føroyar útidystin móti Ukraina í Týsklandi - hetta vegna russiska álopið á Ukraina.

Smá tvey ár síðani er støðan tíverri ikki øðrvísi. Fyri ukrainska hondbóltssamabandið merkir hetta millum annað, at tey noyðast at finna nýggjan heimavøll.

Tað gekk heldur striltið til 2. umfar í undankappingini til EM 2026. Sum skilst var eina løtu uppá tal, at Føroyar skuldu hýsa hesum dystinum - sjálvt um Føroyar standa sum útilið.

Nú er tó greitt at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar, sunnudagin 10. november, verður leiktur í Vilnius í Litava

- Síðani kríggj brast á í Ukraina, hava ukrainar verið noyddir til at spæla teirra heimadystir uttanlands. Hetta er enn galdandi, og verður dysturin millum Ukraina og Føroyar leiktur í Avia Solutions Group Arena í Vilnius. Talan verður um tveir dystir í høllini hendan dagin, tá Litava og Norðurmakedonia eisini spæla tá, skrivar hsf.fo

Fyrst skulu Føroyar tó møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi. Hetta er mikudagin 6. november kl. 19. Atgongurmerkini til hendan dystin komu til sølu mikudagin, og vórðu útseld eftir umleið hálvan tíma.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2024

57 Leygardagur 14. september 2024

Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum - SÍ vann hjá monnum

Fleyr vann móti greipuvinnaranum frá í fjør, og SÍ vann móti føroyameistaranum

(Mynd: Flogbólssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stórsteypadystur, kvinnur:
Dráttur – Fleyr 0-3 (8-25, 8-25, 15-25)

Í kvinnudystinum var eingin spenningur yvirhøvur; og Fleyr vann lættliga 3-0. (25-8, 25-8, 25-15).

Dráttur, sum vann greipuna seinasta kappingarár, hevði fáar leikarar eftir av teimum, sum spældu mest tá, meðan Fleyr ikki hevur mist tað nógva fólkið.

Settúrslitini tala fyri seg, og í fyrsta settið legði Fleyr seg á odda 12-3, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Bæði í øðrum og triðja setti vann Fleyr seg upp á 7-0, áðrenn Dráttur yvirhøvur fekk stig.

Landskappingin hjá kvinnum, sum nú eitur Hotel Djurhuus-deildin, byrjar 22. september.

Stórsteypadystur, menn:
Mjølnir – SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 7-25)

Í mansdystinum vóru tað steypavinnararnir úr SÍ, sum vunnu 3-0 á føroyameistarunum úr Mjølni. Spenningur var bara í fyrsta setti, sum SÍ vann 26-24. Í hinum báðum settunum var rættiligur avsmurningur.  Av teimum seinastu 13 stigunum í triðja setti vann SÍ tey 12.

Hjá SÍ hevur polendingurin Mateusz Pazgan, sum í fjør spældi við Mjølni, loyst leikandi brasilska venjaran, Cristiano Campos, av, og haraftrat fer ein annar polendingur, Jakub Madej, at spæla við SÍ í ár. Hvørgin av teimum vóru tó við í stórsteypadystinum.

Í Mjølni er Boban Ilic í ár venjari, og hann hevur fingið synirnar Vuc og Filip við sær. Phil Freere spælir eisini aftur við Mjølni í ár. Heldur ikki Mjølnir var fullmannað í henda dagin.

Øll inntøka frá stórsteypadystunum fer til Autismufelagið.

Landskappingin hjá monnum, sum nú eitur Polestar-deildin, byrjar 22. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2024

58 Leygardagur 14. september 2024

Helgi í stórum stíli

Føroyar taptu hósdagin 3-1 fyri Turkalandi í øðrum umfari á talvolympiaduni í Budepest. Dysturin var spennandi, og føroysku telvararnir góvu tí sterka turkiska liðnum dygga mótstøðu á øllum borðum

Helgi Dam Ziska. Føroyski stórmeistarin gjørdi ein vørr á 1 borði og koppaði sterkasta turkiska telvaranum.
SkrivaÐ:

Innsent

Helgi Dam Ziska fekk eina makaleysa uppreisn eftir snópisliga ósigurin mikudagin, tá ið tíðin gekk undan í vunnari støðu. Helgi telvaði sera væl móti Turkalandi hósdagin og vann ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á 1 borði. Føroyski stórmeistarin offraði mann, afturfyri fekk hann tvær finnur og rúmari ræsur.

Turkurin kendi seg so kroystan, at hann læt mannin aftur fyri tvær finnur, so at javnvág var í fólkameingi, men nú hevði Helgi fingið takið á honum og gøllhelt um fyrimunin. Til endans var tað næstan kettunar leikur við músina til turkiski toppspælarin gav upp ond.

Høgni var í essinum við svarta fólkinum, og stóð eitt skifti betur, men tá støðan var vorðin rættiliga spent og fløkt, fór hann tíverri skeivur. Hjá Luitjeni var eisini eldur í á borðinum eina løtu, turkurin hugsaði í hálvan tíma, tá roykurin hekk tjúkkur yvir borðið, men honum eydnaðist at stýra beint og vinna. Rógvi hevði púra javnt talv, men í skiftinum úr miðspæli í endatalv reyk ein finna, og tíverri eydnaðist ikki Rógva at halda støðuni.

Kanska hevði John Rødgaard munað væl í dysti sum hesum, tí hann hevur tann internationala stílin, sum so mangan hevur verið honum satt bulvirki móti heilt sterkum telvarum.

Mikudagin vunnu vit 3-1 á veikum mótstøðuliði, Helgi tapti sum hin einasti. Hósdagin móti sterkum mótstøðuliði tapa vit 3-1, og nú er Helgi hin einasti, sum vinnur. Vit plaga viðhvørt at siga, at harðari mótstøðan er, betur telvar Helgi.

Hetta var fjórði OL-dysturin í talvi móti Turkalandi. Í 1970 formáddu vit okkum lítið og taptu 4-0. Sama var í 1974. Í 1990 eydnaðist at fáa eitt hálvt stig, tí syrgdi Jens Chr. Hansen fyri á 3 borði. Í 2000, tá olympiadan var í Istanbul, hevði Turkaland tvey lið við. Tá vunnu vit 2½ - 1½ á turkiska B-liðnum.

Turkaland hevði stórmeistarar á øllum borðum og eitt miðalstyrkital, ið táttar í 2600. Teir eru styrkismettir nummar 22 av teimum útivið 200 liðunum, sum við eru.

Føroyar (66) - Turkaland (22) 1 - 3
GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM Mustafa Yilmaz (2587) 1 - 0
Høgni Egilstoft Nielsen (2379) - GM Ediz Gurel (2602 0 - 1
Rógvi Egilstoft Nielsen (2278) - GM Yagiz Kaan Erdogmus (2592) 0 - 1
Luitjen Akselsson Apol (2219) - GM Emre Can (2547) 0 - 1

John Rødgaard eygleiddi dystin á síðunlinjuni í Budapest, og hevur sent hesa frásøgn frá dystinum:

Skulu vit flenna ella gráta?

Vit spældu móti Turkalandi, stórmeistarar á hvørjum borði, 2582 í miðastyrkitali, og tí risastórir favorittar.

Men hvar hendir?

Tá tíðartrýstið nærkaðist kring leik 40, var støðan næstan tann, at Føroyar stóðu til at vinna dystin!

Men mótstøðumenninir eru ikki stórmeistarar av ongum. Teir royndu allar sínar snildir, og tíverri fóru tríggir av okkara monnum í felluna.

Men ikki okkara stórmeistari. Hann telvaði eitt hitt besta og flottasta talvið, sum eg leingi havi sæð. Offraði mann fyri tvær miðfinnur, helt trýstinum væl, tók ikki av, tá mótstøðumaðurin legði upp til leikendurtøku og remis, og til endans sóu vit eina fiksa manstøku. Tað var sera flott.

Mótstøðumaðurin hjá Høgna varð vist stórmeistari longu sum tólv ára gamal. Nú er hann 16. Høgni offraði finnu fyri virkið spæl. Hann fangaði kongin hjá mótpartinum á miðjum borði, og hevði í hvussu ta einu ferðina - kanska tvær ferðir - avgerandi fyrimun í støðuni. Tíverri var sigursleiðin bæði fløkt og vágin, og Høgni, sum var kroystur á klokkuni, hættaði sær ikki at satsa. Og er tíðin knøpp móti stórmeistara, og støðan hartil fløkt, tá er ikki óvanligt, at tú snávar. Høgni gjørdi tíverri eitt stórt mistak og tapti. Tað var spell.

Rógvi telvaði væl og trygt. Leingi tóktist talvið at fara at enda javnt, men so sníktu smærri óneyvleikar seg upp í, og fert tú at ivast, hvørji hyggjuráðini eru, er avleiðingin ofta tann, at støðan viknar. Rógvi hevði yvirsæð eina fintu í drúgva roknistykkinum, brádliga átti turkurin ein eitraðan riddaragaffil, sum vann honum eina finnu. Teldan sigur, at endatalvið kann bjargast, men hjá vanligum fólki er tað møtimikil uppgáva.

Luitjen endaði í hørðum bardaga. Teir syftust báðar vegir. Báðir skiftust um fyrimunin. Til endans átti stórmeistarin eina snilda vending, sum tryggjaði honum eina frífinnu, sum ikki kundi steðgast.

Tað endaði 3-1 til Turkaland, men eg eri ovfarin av hvussu væl mínir liðfelagar telvaðu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2024

59 Leygardagur 14. september 2024

Talv OL: Vunnu á Santa Lucia

Men tað kom sera óvart á, at Helgi Dam Ziska tapti á fyrsta borði - tíðin gekk undan

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyar fingu góða byrjan á talvolympiaduni í Budapest. Í fyrsta umfari mikudagin vunnu vit 3 -1 á Santa Lucia, sum er ein oyggj har eysturi í Karibia. 180.000 fólk búgva á oynni, sum fyrr var undir bretskum veldi, men fekk sjálvstýri í 1979.

Hetta er onnur ferðin, at Santa Lucia er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 og Santa Lucia nummar 169. Eingin av telvarunum á teirra liði hevur styrkital hægri enn 2000. 

Úlvar í seyðaskinni

Men nógv økta telvingin á netinum seinni árini ger, at talv er vorðin ein heimsvíðfevnd kappingargrein, sum røkkur út í hvønn krók í heiminum. Brádliga eru øll heimsins lond við á talvolympiaduni. Og hjá summum er framburðurin so stórur, at styrkitølini fylgja ikki við, tí telvað verður meira á telduni heldur enn í skipaðum kappingum í nærtalvi, har ratingtølini eru upp á spæl. Summir av hesum ókendu grasrótstelvarum við lágum ratingtølum, sum nú stinga seg upp á talvolympiaduni á liðum úr nýggjum londum, eru kanska í veruleikanum harðkókaðir teldutelvarar - úlvar í seyðaskinni.

Á fyrsta degnum hendi tað, at okkara stórmeistari tapti á 1. borði fyri manni við næstan 600 ratingstigum færri. Eitt dýrt tap fyri styrkitalið. Helgi stóð væl, átti ivaleyst at vunnið, men tíðin gekk undan, tá ein leikur var eftir at gera fyri tíðareftirlitið. Kanska er tað tvørrandi venjingarstøða, sum spøkir. Helgi hevur ikki telvað í útlondum í tvey ár, og noyðist kanska at brúka fyrstu dystirnar til at banka rust.

Føroyar (66) - Santa Lucia (169) 3-1

GM Helgi Dam Ziska 2553 - Nathaniel Mathurin 1982 0-1
Høgni Egilstoft Nielsen 2379 - Sixtus Gabriel 1800 1-0
Rógvi Egilstoft 2278 - Justin James 1745 1-0
Luitjen Akselsson Apol - Kaieem Elizee 1701 1-0

Ikki heilt eiðasørir

John Rødgaard sendi hesa frásøgnina um dystin:

Santa Lucia átti at verið eitt fittligt lið at byrja við, men lágu styrkitølini snýttu eitt sindur, tí tað vísti seg, at teir vóru ikki heilt eiðasørir telvarar.

Stóra dramaið var á 1. borði. Maðurin av Santa Lucia stillaði seg í verjustøðu, og torført var at finna sigurskósina. Helgi stóð kortini væl, men mótstøðumaðurin var kringur at leggja fótonglar í vegin. Støðan gjørdist eitt sindur spent, báðir komu í tíðarneyð, Helgi hugsaði so djúpt, at hann rætt og slætt gloymdi, hvussu skjótt sekundini taldu niður, og so fór tíðin, tá ein leikur var eftir at gera. Hetta var ógvuliga harmiligt.

Høgni kom væl frá byrjanarspælinum. Hann var so smátt farin at fáa initiativið, tá mótstøðumaðurin brádliga fór skeivur. Høgni býtti upp til rókaendatalv við finnuyvirvág, og vann lættliga.

Rógvi vann eina finnu longu í byrjanini. Hana fekk mótstøðumaðurin aftur, men tað bar í sær, at Rógvi fekk ein risariddara á c4 og virkið rókaspæl. Rógvi vann sannførandi og instruktivt – beint eftir lærubókini.

Luitjen javnaði skjótt  eftir byrjanarspælið, mótstøðumaðurin slakaði í so nógv, og kom at standa heldur verri. So var eitt mistak, og eftir tað var Luitjen eirindaleysur og setti hann skák og mát.

Ikki færri enn 197 lið eru við á talvolympiaduni í Budapest, og tað er met.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2024

60 Leygardagur 14. september 2024

Niels Juel vann bronsu í HM-masters

Tað reið um snarið hjá Niels Juel Arge at gerast fyrsti føroyingurin við einum heimsmeistaraheiti í olympiskari vektlyfting, tá ið hann síðsta vikuskifti dystaðist í HM-masters í Rovaniemi í Norðurfinnlandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingin var hørð við tveir amerikumenn, David Monesmith úr New Hampshire og Gregory Deemer úr Pennsylvania. Aftrat teimum vildu ein grikki, Dimitris Tzimas, ein ungari og ein týskari sleppa upp í part. Í fjør vann Deemer gull og Tzimas bronsu.

Vektlyfting er tvey sløg av lyftum: Trekk (snatch) og stoyt (clean&jerk), og man fær tríggjar royndir í hvørjum. Niels Juel megnaði 85 kilo í trekk, meðan Monesmith trekti 99 kilo og Deemer 95 kilo. Aftan á trekk-partin var Niels Juel tí nakað fitt aftan fyri hesar báðar.

Men hansara avgjørt betra lyft er stoyt (clean&jerk), og her satsaði hann alla butikkina, og økti tvær ferðir 10 kilo. Byrjaði á 105 kilo, síðani 115 og endaði á 125 kilo. Hann kundi valt 121 kilo sum triðja lyft og tikið silvurheiðursmerkið, men satsaði og fór eftir gullinum.

Eitt góðkent 125 kilo-lyft hevði gjørt Niels Juel til heimsmeistara í sínum bólki. Sonurin Niklas Jógvan og hann valdu tí at satsa alt. Ein lítil snáving á høgra fóti og tí eitt lítið knekk í høgra alboga høvdu tó tíverri kolldøming við sær, hóast stongin hvíldi trygt uppi yvir høvdinum.

Í juni mánaða luttók Niels Juel í EM-kappingini í Haugesund í Noregi og endaði tá á einum tryggum silvur-plássi. Hann kappast í bólkinum 55-59 ár og +109 kg. Samlað lyfti hann tá 200 kilo (85+115), og hesi tølini blivu endurtikin í Rovaniemi. Hóast ætlanin var 210 kilo.

Niels Juel hevur vunnið fýra ymisk altjóða heiðursmerkir: DM-gull 2022. EM-silvur í 2022 (Poland). EM-silvur í ár (Noreg) Og nú HM-bronsu. Hann hevur kappast sum dani, men Føroyar eru júst blivnar limur í IWFM, International Weightlifting Federation Masters.

Komandi ár verður EM-masters í Albania í mai mánaða, og HM-masters verður í Las Vegas í USA í september. Luttekur hann í hesum kappingunum, verður tað loksins sum føroyingur og undir Merkinum. Eisini verður DM-masters tíðliga komandi ár.

18. til 20. oktober, skipar Føroya Styrkisamband fyri norðurlendsku meistarastevnuni NM fyri seniorar. Kappingin verður hildin í Bylgjuni í Runavík, og teir kendastu norðurlendsku vektlyftararnar umframt aðrir og allir teir føroysku lyftararnir fara at luttaka.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2024