Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 02. november 2024 | Nr. 44 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Tórshavnar býráð verður eitt kloddateppi

SíÐa 2

1 Leygardagur 02. november 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Spennandi val fyri framman

Spennandi val standa fyri framman. Í dag skal Tjóðveldi gera av, hvørt tað skal vera Sirið Stenberg ella Bjørt Samuelsen, sum skulu skulu standa á odda fyri flokkinum komandi árini.

Gott at enn ein flokkur fær eina kvinnu at sita við róðrið, men hóast báðar óivað eru væl skikkaðar, so bíðar henni, ið verður vald, ein tung uppgáva. Ikki bara at taka yvir eftir Høgna Hoydal, sum hevur sitið í formanssessinum í 24 ár, men eisini tí flokkurin, hóast ein skilagóðan formann, støðugt hevur mist undirtøku millum veljararnar seinastu árini – serliga uttan fyri høvuðsstaðin.

Tað, at Tjóðveldi er vorðin ein akademikaraflokkur í Havn er jú ikki í tráð við upprunan hjá flokkinum, sum spratt úr fiskimanna- og verkamannarørsluni.

Ein kann framvegis undrast yvir hvussu tað ber til, at flokkurin hevur megnað at styggja so stóran part av veljarafjøldini frá sær, tí tað plagdi at vera so, at fullveldisflokkarnir høvdu viðgongd í góðum tíðum, og góðar tíðir hava vit sanniliga havt seinastu árini, hóast tað ikki sæst aftur á yvirskotinum hjá landskassanum.

Týsdagin skulu amerikanarar velja nýggjan forseta fyri komandi fýra árini. Antin verður tað ein fyrrverandi forseti, sum verður valdur í embætið aftur – tað er ikki hent síðan 1888. Ella verður tað fyrsta kvinnan yvirhøvur, sum flytir inn í Hvítu húsini í Washington?

Valið verður søguligt í báðum førum. Men hesumegin Atlantshavið standa vit framvegis undrandi yvir, at eitt land við so nógvum klókum høvdum, ikki megnar at finna fram til frægari fólk at velja ímillum, nú forseti skal veljast.

Tí hvørki Harris ella Trump tykjast tyngd av gløggum viti og evnum til at kunna ganga á odda í myndanini av heimsins valdsmiklastu tjóð. Tað kundi verið betur gjørt.

Um tað eru gløggastu vitini í býnum, sum bjóða seg fram at stýra høvuðsstaðnum, nú vit annan týsdag skulu velja nýggj stýri í allar landsins nógvu kommunur, fara vit ikki at taka støðu til í hesi syftu.

Men vit leggja til merkis í veljarakanningini, sum verður kunngjørd í hesum blað í dag, at persónurin, sum sær út til at fáa størst undirtøku á býráðsvalinum í Havn, er ein ung tjóðveldiskvinna við sera greiðum meiningum og ætlanum til frama fyri umhvørvi og náttúru.

Í Havn sær júst tann grøna hugmyndafrøðin út til at hava alstóran týdning fyri tjóðveldisveljaran. Og tí kann tað undra eitt sindur fyri uttanfyristandandi, at tær báðar sum standa fyri vali í dag, ikki júst hava talað fyri eini nýggjari kós hjá flokkinum – til dømis eini meiri grønari kós.

Tí skal ikki roknast við, at tað verður ein broyttur flokkur vit fáa at síggjast við nýggjari forkvinnu. Tað verður bara meira av tí sama, sagt á ein eitt sindur øðrvísi hátt.

Spurningurin er so um tað kann gera Tjóðveldi til ein veruligan faktor í føroyskum politikki aftur, ella er tað longu hent, at teir flokkarnir, sum einaferð vórðu skírdir sambands- ella samríkjaflokkar, hava førkað seg so mikið langt á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið, at tað ikki longur er tann sami tørvur á einum flokki sum Tjóðveldi? Vit ivast...


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 9456

    Lisnar síður: 39384

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 02. november 2024

Tórshavnar býráð verður eitt kloddateppi

Seks av listunum, sum stilla upp, standa til at fáa umboðan í býráðnum í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Okkurt bendir á, at tað gerst munandi truplari at skipa meiriluta í býráðnum í Havn, enn tað hevur verið til tey seinastu valini.

Hetta tí at býráðið verður samansett sum eitt klútateppi har tað skulu minst tríggir listar til at koma upp á sjey og harvið skipa meiriluta. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

489 veljarar í høvuðsstaðarkommununi vóru við í kanningini – tey vórðu spurd seint seinnapartin hósdagin.

Tjóðveldi størst

Kanningin vísir, at Tjóðveldi gerst størsti flokkur við 21,8 prosentum av atkvøðunum og trimum valdum. Talan er um eina framgongd á 1,3 prosentstig í mun til seinasta val, tá listin eisini fekk tríggjar býráðslimir.

C stóri taparin

Javnaðarflokkurin fær 20,2 prosent av atkvøðunum og eisini tríggjar býráðslimir. Fyri javnaðarlistan er talan um eina ovurstóra afturgongd upp á heili 23,7 prosentstig, tí seinast fekk flokkurin 43,9 prosent og seks fólk vald.

Hetta er sjálvandi tí at fýra av sitandi býráðslimunum nú eru farin á annan lista, Kommunulistan. Hesin listin stendur sambært kanningini at fáa 13,6 prosent av atkvøðunum og 2 fólk vald í býráðið.

Men leggja vit tey 13,6 prosentini saman við teimum 20,2 hjá javnaðarlistanum, so er framvegis talan um eina stóra afturgongd til Javnaðarflokkin.

A og B rættiliga javnir

Fólkaflokkurin stendur til at gerast triðstørstur í høvuðsstaðarkommununi við 14,7 prosentum – ein framgongd á 1,8 prosentstig – og sama tal av býráðssessum sum seinast, tveir. Annar av teimum valdu, Annika Olsen, skifti tó yvir til Tjóðveldi undir valskeiðinum.

Sambandsflokkurin gongur fram við 2,7 prosentstigum í mun til seinasta val, og tvífaldar umboðanina í býráðnum til tvey, sambært veljarakanningini.

Eisini javnt millum Borgaralistan og Framsókn

Seinasti býráðslimurin sambært kanningini fellur til Borgaralistan, sum stendur til at fáa 6,3 prosent og ein valdan.

Sostatt verður ongin umboðan til Framsókn og Miðflokkin í býránum í Havn. Framsókn stendur at fáa 6,1 prosent og er sostatt ikki so langt aftan fyri Borgaralistan, meðan Miðflokkurin einans fær 2,7 prosent av atkvøðunum í kanningini.

Nógv ivast

Vert er at leggja til merkis, at tað eru rættiliga nógvar atkvøður, sum enn ikki hava funnið sítt stað á atkvøðulistanum.

Tí sambært kanningini hevur allar størsti parturin av teimum spurdu ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja. Heili 26,9 prosent av teimum spurdu siga seg (enn) ikki vita, hvat tey fara at seta krossin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

3
Leygardagur 02. november 2024

Elsa Berg klárar seg best á býráðsvalinum

Øll trý umboðini, sum Tjóðveldi stendur til at fáa vald í býráðið í Havn, eru kvinnur – kortini missa kvinnurnar meirilutan í býráðnum eftir valið, vísir veljarakanning

Elsa Berg sær út til at gerast toppskorari á býráðsvalinum í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fimm kvinnur og átta menn koma at manna býráðið í høvuðsstaðarkommuni sambært nýggju veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti hósdagin.

Sostatt missa kvinnurnar meirilutan í Tórshavnar býráði. Á seinasta býráðvali í Havn vórðu valdir seks menn og sjey kvinnur.

Elsa verður toppskorari

Veljarakanningin vísir rættiliga greitt, at øll tey trý umboðini, sum Tjóðveldi fær inn í Tórshavnar býráð, verða kvinnur. Elsa Berg, stendur aftur til at gerast fyrstvald á tjóðveldislistanum í ár, og sambært kanningini verður hon eisini toppskorari á valinum.

Hon stendur til at fáa meira enn triðingin av atkvøðunum á tjóðveldislistanum.

Hinar, sum standa til at verða valdar eru Hildur Eyðunsdóttir og Annita á Fríðriksmørk, men tað er ikki so langt niður til tær næstu, sum eru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Anja Maria Hammer Weyhe.

[object Object]Heðin Mortensen og Elin Heðinsdóttir Joensen

Heðin og dóttirin

Á javnaðarlistanum er ongin ivi um, at Heðin Mortensen verður valdur. Hann stendur fyri at fáa 29 prosent av atkvøðunum á javnaðarlistanum. Hini bæði, ið verða vald, sambært veljarakanningini, eru dóttirin, Elin Heðinsdóttir Joensen, og so hin núverandi býráðslimurin, sum er eftir á javnaðarlistanum, Kristianna Winther Poulsen.

Og haðani er rættiliga langt niður til til Barbaru Gaardlykke Apol og kollfirðingin Berg Robert Dam Jensen, ið koma næst.

[object Object]Høgni Vilhelmsen

Javnt á fólkaflokslistanum

Á fólkaflokslistanum er nógv tann størsti spenningurin um, hvørji tey bæði valdu verða, tí har er rættiliga javnt.

Veljarakanningin gevur Høgna Vilhelmsen flestar atkvøður á listanum, men tað er lítil munur á teimum fýra ovastu á listanum, sum koma í hesi røð: Høgni Vilhelmsen, Birgir Nielsen, Runi Reginsson Hammer og Astrið Breckmann.

[object Object]Annfinn Brekkstein (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Annfinn helmingin av sambandsatkvøðunum

Á sambandslistanum er ongin ivi um, at varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein verður afturvaldur. Velbastaðmaðurin fær helmingin av øllum atkvøðunum á sambandslistanum. Hin valdi verður helst Jóhan Petur Johannesen, sum hevur sitið í býráðnum nakrar ferðir sum eykamaður. Frá honum er rættiliga langt niður til tey næstu, sum eru Maud Karbech Mouritsen og Geir Wardum.

[object Object]Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tróndur og Kári

Og so koma vit til kommunulistan. Og har sær út til, at tað verða tveir núverandi javnaðar-býráðslimir, sum verða valdir.

Tróndur Sigurðsson sltendur til at fáa 29 prosent av atkvøðunum á listanum og Kári Johansen 22 prosent. Haðani er eitt fitt petti niður til Súnu Mørk sum fær triðflest atkvøður.

[object Object]Jóhan Simonsen

Jóhan ella Nikolaj

Endiliga er tað borgaralistin, og verður hann umboðaður, so verður tað óivað við stigtakaranum til listan, Jóhan Simonsen, sum fær næstan helmingin av atkvøðunum hjá listanum.

Nú vísir kanningin, at rættiliga lítil munur er millum Borgaralistan og Framsókn.

Um so er, at Framsókn fær umboðan í býráðnum, so verður tað helst við nólsoyinginum Nikolaj Falck, sum í kanningini fær 34 prosent av atkvøðunum hjá Framsókn..

[object Object]
Nicolaj Falck (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Miðflokkurin stendur ikki til at fáa umboð í býráðnum. Men toppskorari verður Rani A. Skaalum, ið fær næstan helmingin av atkvøðunum. Onki bendir á, at miðflokkaveljarar ynskja formannin, Jenis av Rana, í býráðið, tí tað eru undir 10 prosent av veljarunum í kanningini, sum peika á hann.

Tað skal gerast vart við, at rættiliga stór óvissa er knýtt at júst hesum partinum av kanningini, sum tí bert skal síggjast sum ein ábending hvørji síggja út til at fáa flestar atkvøður.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

4
Leygardagur 02. november 2024

Heðin M er fólksins borgarstjóri

Ongin ivi er um, hvørji eru oddakandidatarnir í fýra teimum størstu listunum til býráðsvalið í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Hvør heldur tú skal vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir býráðsvalið?

Soleiðis ljóðaði ein spurningur, sum veljarar í høvuðsstaðarkommununi fingu í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti hósdagin.

Og her er greitt, at tað framvegis er Heðin Mortensen, ið er tann, sum flest fólk vilja hava til borgarstjóra.

Nógv flest peika á Heðin Mortensen – tilsamans góð 20 prosent.

Sigast skal tó, at tað eru allarflest, sum ikki hava svarað hesum spurningi – 28 prosent av teimum spurdu.

Næstur á hesum lista er Tróndur Sigurðsson, sum stillar upp á Kommunulistanum. Góð 11 prosent vilja hava Trónd til borgarstjóra, sambært kanningini.

Eftir Trónd koma høvuðsvalevnini hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Tjóðveldi, tey eru Annfinn Brekkstein og Elsa Berg.

Um so er, at tað verður Fólkaflokkurin, ið stendur í boði at fáa borgarstjóran, so verður tað ikki ein, ið hevur fólksins undirtøku, ið verður valdur.

Tí tey, ið atkvøða fyri Fólkaflokkinum peika ikki á ein av fólkaflokslistanum í spurninginum um komandi borgarstjóran. Sambært veljarakanningini vóru tað bert tvey prosent, ið peikaðu á Birgir Nielsen og 1 prosent á Høgna Vilhelmsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

5

Størv

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6
Leygardagur 02. november 2024

Javnaðarlistin stóri taparin

Listi C missir ikki bert atkvøður til Kommunulistan

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongin ivi man vera um, at javnaðarlistin stendur til at gerast stóri taparin í Havn á býráðsvalinum komandi.

Seinast fekk Listi C 43,9 prosent av atkvøðunum og seks umboð, í 2016 fekk hann 39,2 posent og fimm umboð og í 2012 fekk javnaðarlistin 41,3 prosent, og tá gav valið listanum meiriluta í býráðnum við sjey sessum í býráðnum.

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Spyr.fo, fær javnaðarlistin hesaferð trý umboð og 20,2 prosent av atkvøðum, 1,6 prosentstig minni enn Tjóðveldi, sum gerst størstur og eisini fær trý umboð.

Varðveitir 37 prosent av atkvøðunum

Kava vit eitt sindur longur niður í veljarakanningina hjá Spyr.fo, so síggja vit, at javnaðarlistin einans varðveitir 37 prosent av atkvøðunum, sum atkvøddu upp á listan á seinasta vali. Hetta er rættiliga lágt sammett við hinar flokkarnar. Fólkaflokslistin varðveitir 64 prosent, Sambandslistin 82 og Tjóðveldi 74 prosent.

Veljararnir, sum seinast atkvøddu fyri lista C síggja út til at hvørva til fleiri aðrar listar, men flestir til útbrótararnar á lista K. 23 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri javnaðarlistanum í 2020, ætla sær at atkvøða fyri Kommunulistanum í ár. Men javnaðarlistin missir eisini heilt fitt til Borgaralistan og Tjóðveldi.

Um vit ikki fara so langt aftur í tíðina og ístaðin hyggja eftir teimum, sum siga seg velja Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum fyri tveimum árum síðani, so eru tað 42 prosent, sum seta krossin við javnaðarlistan á komandi býráðsvali. Men av teimum eru 22, sum velja lista K, og 13 prosent, sum velja Tjóðveldi.

Vit síggja eisini, at tey ið velja Kommunulistan koma serliga frá Javnaðarflokkinum, men eisini frá Framsókn, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, og ikki so nógv frá Tjóðveldi, hóast fleiri, sum fyrr hava stillað upp á tjóðveldislistanum nú eru á Kommunulistanum.

Hyggja vit hinvegin eftir Borgaralistanum, so sær hann út til at fáa sínar atkvøður meira javnt deild millum veljarar frá øllum hinum listunum seinast, tó kanska mest frá Framsókn og javnaðarlistanum.

Hvussu velja býarpartarnir?

Vit kunnu eisini síggja hvar atkvøðurnar fara í mun til hvar í kommununi ella býnum veljararnir búgva.

Uttan at leggja ov nógv í hetta, kunnu vit staðfesta, at á Argjum eru flestar atkvøður til Sambandsflokkin framman fyri Tjóðveldi.

Í Hoyvík er Fólkaflokkurin toppskorari framman fyri Javnaðarlistanum. Í miðbýnum og í eysturbýnum er Tjóðveldi toppskorari framman fyri Javnaðarlistanum. Og í vesturbýnum (herundir Norðrasta Horn, Ternuryggur og Villingardalur) er Javnaðarlistin best umboðaður.

[object Object]Anja Weyhe og Bergur Robert Dam Jensen

Spenningur í Kollafirði

Tíverri hava vit ikki møguleika fyri at kava longur niður í tølini fyri tey smærru postnumrini í høvuðsstaðarkommununi, men samlað er Tjóðveldi her størst framman fyri javnaðarlistan.

Kollfirðingar hava farnu valskeiðini verið umboðað av Jákup Dam á tjóðveldislistanum. Men Jákup hevur valt ikki at stilla uppaftur. Higartil hava kollfirðingar dugað at standa saman um eitt valevni fyri at fáa umboðan í býráðnum.

Sum skilst eru tvey valevni, ið serliga satsa upp á at skula umboða kollfirðingar í býráðnum. Tey eru Bergur Robert Dam Jensen á javnaðarlistanum og Anja Maria Hammer Weyhe á tjóðveldislistanum.

Men í løtuni sær hvørgin teirra út til at verða vald í býráðið, sambært kanningini. Bergur liggur nummar fimm á javnaðarlistanum og Anja liggur eisini nummar fimm á tjóðveldislistanum.

[object Object]Nicolaj Falck (Savnsmynd: Evy Toftegaard Nielsen)

Nólsoyingar standa saman um Nicolaj

Nólsoyingar hava ikki havt umboðan í Tórshavnar býráð síðan samanleggingina. Men eins og til løgtingsvalið, sær út til at nólsoyingar fylkjast um teirra umboð á listanum hjá Framsókn.

Sjónleikarin og snikkarin v.m. Nicolaj Falck stendur, sambært kanningini, til at gerast greiður toppskorari á lista F. Trupulleikin er bara tann, at listin stendur til at missa sítt umboð í býráðnum.

Kappingin um tann 13. og seinasta sessin í býráðnum sær út til at vera hørð millum Framsókn og Borgaralistan, og sambært kanningini hevur borgaralistin munin – 6,4 móti 6,1 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

7 Leygardagur 02. november 2024

Helsingforssáttmálin skal broytast

Norðurlendsku stjórnirnar hava nú fingið til uppgávu at koma við einum uppskoti, sum skal tryggja eitt nú Føroyum sjálvstøðugan

Johan Dahl og norska Kathrine Kleveland fegnast um avgerðina í Norðurlandaráðnum í dag (Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðurlandaráðið heitir nú á norðurlendsku stjórnirnar um at dagføra Helsingforssáttmálan. Mett verður, at tað er neyðugt fyri at tryggja, at norrøna samstarvið kann menna seg í tráð við tíðina og spegla menningina, sum norðurlendsku londini fara í gjøgnum í løtuni.

Soleiðis ljóða tíðindini frá 76. ársfundinum í Norðurlandaráðnum, sum hesa vikuna verður hildin í Hørpu í Reykjavík.

Samtyktin í ráðnum merkir, at Helsingforssáttmálin nú verður sendur til viðgerðar í limalondunum, og at stjórnirnar umvegis ráðharraráðið koma við einum felags svari til Norðurlandaráðið, skrivar norden.org.

- Norðurlendska samstarvið hevur brúk fyri eini “grundlóg”, sum er í tráð við tíðina og speglar samvelagið, sum vit liva í. Vit halda, at tað er avgerandi fyri framhaldandi dynamikki í norrøna samstarvinum, sigur Bryndis Haraldsdóttir, forseti fyri Norðurlandaráðið

Falkenberg og Eidesgaard takkaðu dønum

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum avgjørdi í juni í 2023 at seta niður ein arbeiðsbólk við umboðum fyri øll átta norðurlendsku tjóðartingini, teir fimm politisku bólkarnar í ráðnum og Norðurlendska Ungdómsráðnum.

Johan Dahl úr Sambandsflokkurin hevur umboðað Løgtingið í hesum arbeiðsbólki.

Anna Falkenberg, eisini úr Sambandsflokkinum, hevur umboðað danska fólkatingið í arbeiðsbólkinum hesa seinastu tíðina. Hon nýtti høvið í stuttari røðu í Norðurlandaráðnum í dag at takka donsku sendinevndini fyri gott samstarv og stuðul.

Eisini Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi bar eina tøkk til danska vælviljan móti føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap, hóast uppskotið sum nú lá á borðinum ikki heilt er í tráð við føroyska viljan.

- Nú er nóg mikið tosa og nú er nóg mikið súltað. Vit hava søkt um limaskap síðan 1994, fleiri ferðir; vit hava banka upp á í nógv ár, mest fyri deyvum oyrum. Uppskotið er ikki optimalt, men tað er eitt framstig, haldi eg – tað er vón í tekstunum. Nú er at vóna at ráharrarnir, ið skulu bera málið víðari fara at taka okkum í álvara og fara at tryggja okkum fullan limaskap, segði Erling Eidesgaard millum annað, og legði afturat:

- Tað er av týdningi at siga í hesum samanhangi, at Danmark hevur stuðla okkum – og stuðlað okkum 100 prosent – í okkara ynski um fullan limaskap. So kæru vinir, latið okkum nú sleppa inn í hitan har, sum vit so brennandi ynskja at vera, á jøvnum føti við hini. Tí, sum stjórnarleiðari okkara segði í fyrradagin: Antin eru vit heilt við, ella eru vit als ikki við.

Stjórnarnevnd setast at orða uppskot

Við støði í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, mælir Norðurlandaráðið nú til, at ein stjórnarnevnd verður sett at gera eitt ítøkiligt uppskot til eina dagføring av Helsingforssáttmálanum. Í tilmælinum er uppskot til nýggj evni, sum arbeiðsbólkurin heldur skulu vera við í sáttmálanum, og um hvørji økir skulu dagførast.

Tíðindaskrivið frá norden.org nevnir ikki beinleiðis, at limaskapurin hjá teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum, tað eru Grønland, Føroyar og Áland, skal takast upp til nýggja viðgerð, og at Norðurlandaráðið frameftir skal vera ein felagsskapur við átta londum og ikki fimm umframt trimum sjálvstýrandi økjum.

Uppskotið varpar eisini ljós á tørvin fyri eini greiðari orðing av leiklutinum hjá londunum í mun til norðurlendsku virðini og sjónarmiðini í ES og EBS. Samstundis verður lagt upp til meira bindandi orðingar um samstarv tá nýggjar reglugerðir verða settar í verk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

8 Leygardagur 02. november 2024

Løgmaður: Annaðhvørt eru vit heilt við, ella eru vit als ikki við

Í røðu sínari á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum legði løgmaður dent á, at Føroyar eiga at verða javnsett við øll londini í Norðurlandaráðnum, og at Føroyar ynskja at vera við í samstarvinum, sum land við fullum limaskapi

(Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í vikuni luttikið á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. Hesaferð varð fundurin hildin í Reykjavík. 

Løgmaður flutti fram røðu á fundinum týsdagin. Í røðu sínari legði løgmaður dent á, at Føroyar eiga at verða javnsett við øll londini í Norðurlandaráðnum, og at Føroyar ynskja at vera við í samstarvinum, sum land við fullum limaskapi. 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, stuðlaði í sínari røðu undir ynskinum hjá Føroyum. 

Til ber at lesa røðuna hjá løgmanni niðanfyri.

Røða løgmans til ársfund Norðurlandaráðsins

Fru præsident, ærede kollegaer, medlemmer og gæster.

”Det regner på biblioteket, og der er utæt mellem teori og praksis.”
Sådan lyder en af de mest kendte linjer fra digtsamlingen ”Ligesom”, som den færøske digter Rói Patursson vandt Nordisk Råds litteraturpris for i 1986. 
På Færøerne er disse ord blevet til et ordsprog om uoverensstemmelse mellem ord og handling. 
Det at sige et, men at gøre noget andet.

Efter min opfattelse er det nordiske samarbejde et eksempel på, at der er utæt mellem teori og praksis. 
Teorien siger, at vi i Norden skal være verdens mest integrerede region. 
Teorien siger, at vi skal være den mest demokratiske region. 
Teorien siger, at vi er ligeværdige. 
Men det gælder åbenbart ikke for alle de nordiske lande.

Praksis viser, at vi desværre bliver holdt udenfor af nogle af de nordiske lande.
Det har vi oplevet mere end en gang af formandskabet det seneste år.

Vores historiske bånd i det nordiske fællesskab har dybe rødder. 
For os betyder Nordisk Råd, at vi sammen bærer ansvaret for en verden i forandring.  
Vi er engagerede og ønsker at spille en aktiv rolle.
Vi byder ind. 
Vi tager ansvar.
Vi værner om de nordiske værdier – lighed, tillid, demokrati og medbestemmelse.  
Derfor har vi også vanskeligt ved at forstå, hvorfor vi ikke bliver inviteret med i alle sammenhænge.

Vi blev ikke inviteret til statsministrenes sommermøde.
Og vi er ikke inviteret til at deltage i det nordiske udenrigsministermøde under årets session.  
Modsat er vi ofte blevet inviteret til udenrigsministermøder i andre regi, hvor vi har deltaget som ligestillet part med de andre nordiske lande. 
Vores ønske er, at vi i fællesskab bryder det mønster, hvor de mindre lande i Nordisk Råd ikke er inddraget, når de store politiske beslutninger skal træffes. 

Hvis der ikke sættes handling bag ordene om det stærke fællesskab, mister Nordisk Råd sin værdi for Færøerne.

Vi har mulighed for at ændre dette nu. 
På bordet ligger nu et konkret forslag om at gå i gang med at ændre Helsingforsaftalen, så vi på sigt kan opnå ligestillet deltagelse i dette for os alle sammen værdifulde samarbejde. 

Derfor er det min appel, at forslaget vedtages, så vi kan lade nye positive vinde blæse ind over det nordiske samarbejde.

Det er på tide at omsætte visionerne og de fine ord til virkelighed og til den verden, vi lever i.

Det er på tide, at vi stopper lækagen mellem teori og praksis.

Fordi vores udgangspunkt er helt klart:

Enten er vi helt med, eller også er vi slet ikke med. 

Tak.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

9 Leygardagur 02. november 2024

Tað verður Bjørt ella Sirið

Tjóðveldi fær í dag eina forkvinnu á fyrsta sinni. Tvey uppskot um forfólk, sum skal avloysa Høgna Hoydal, komu frá økisfeløgunum Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen skulu stríðast um atkvøðurnar

56-ára gamla Sirið Stenberg ella 59-ára gamla Bjørt Samuelsen skulu leiða Tjóðveldi víðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á midnátt týskvøldið fór freistin hjá økisfeløgum Tjóðveldsins at lata uppskot inn um nýtt forfólk. 

Høgni Hoydal kunngjørdi undanfarna fríggjakvøld alment í Degi & Viku - og fyrr í mánaðinum fyri flokkinum - at hann nú steðgar sum formaður eftir 24 ár.

Sí eisini: Høgni fór ikki vegna rumbli hesa vikuna

Tað er nú endaliga greitt, at Tjóðveldi fær eina forkvinnu á fyrsta sinni. Sum spátt ymsastaðni fer valið at standa millum Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

Stríðsval verður millum havnarkvinnuna og vágskvinnuna á Hotel Føroyum eftir døgurða í dag.

Báðar eru royndar í politikki. Í løtuni er Bjørt Samuelsen tingforkvinna, og Sirið Stenberg er landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum.

Dennis segði nei takk - Hervør verður næstforkvinna

Møguleikarnir vóru fimm í tali - tey sum vórðu vald inn í 2022, umframt Høgni Hoydal. Økisfeløgini sendu uppskot inn um tvey forfólk: Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

Sum skilst kom eisini okkurt uppskot inn frá limi í flokkinum um Dennis Holm, men valdi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ikki at taka av.

Tað verður ein ung næstforkvinna. Hervør Pálsdóttir er í uppskoti til nýggja næstforkvinnu - Sirið Stenberg er tað í løtuni.

Annika Olsen varð eisini vald inn í 2022. 

Eykaflokstingiið hjá Tjóðveldi verður í dag, leygardagin klokkan 12 á Hotel Føroyum. Har verður greitt, hvør skal stjórna flokkinum víðari. Fundurin er fyri limir. 48 atkvøður eru til valið av nýggjum forfólki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

10 Leygardagur 02. november 2024

Trý økisfeløg skjóta Sirið upp - trý peika á Bjørt

Sirið Stenberg hevur eisini stuðul frá Unga Tjóðveldi. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, tað størsta økisfelagið, hevur valt ikki at peika á nakran sum nýtt forfólk. Avgerðin fellur í dag, og heilt fáar atkvøður kunnu vera á muni

Avloysarin hjá Høgna Hoydal skal finnast í dag. Fráfarandi formaðurin er ein av teimum 48, ið hevur valrætt á eykaflokstinginum hjá Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Norðoya Tjóðveldisfelag, Suðuroyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Tjóðveldi og Unga Tjóðveldi hava skotið Sirið Stenberg upp sum forkvinnu í Tjóðveldi.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Vága Tjóðveldisfelag hava stillað Bjørt Samuelsen upp sum forkvinnu.

Hetta váttaði Høgni í Stórustovu, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, fyri Kringvarpinum. 

Flokkurin skal á fyrsta sinni hava forkvinnu. Eitt økisfelag, haðani Bjørt Samuelsen er frá, hevur ikki peikað á nakað forfólkavalevni.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ikki skotið nakran upp. Helst hongur hetta mest saman við, at ikki full semja er um eitt ein persón í áttanda og størsta økisfelagnum.

Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu atkvøðurnar fella á Hotel Føroyum seinnapartin.

Um vit telja upp eftir yvirlitinum niðanfyri, so er tað 11-9 til Sirið Stenberg, um vit siga, at øll í hvørjum økisfelag/Unga Tjóðveldi atkvøða eftir, hvønn felagið hevur skotið upp.

Síðani vanta tær átta stemmurnar hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið helst verða býttar nakað millum tey bæði valevnini.

Økisfeløgini hava samanlagt 28 atkvøður. Hinar tjúgu ligga hjá øðrum - millum annað tingmanningini. Hesar fara at verða avgerðandi leyardagin. Samanlagt 48 atkvøður eru. Um tað stendur á jøvnum er neyðugt við lutakasti.

Eykafloktstingið byrjar á middegi 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

11 Leygardagur 02. november 2024

Hervør verður næstforkvinna

28-ára gamla tingkvinnan er í gongd við sína aðru setu á tingi fyri Tjóðveldi og hevur royndir í sessinum. Hervør Pálsdóttir er tann einasta, sum er í uppskoti til eykaflokstingið í dag

Hervør Pálsdóttir er tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi, og hevur í roynd og veru verið virkandi næstforkvinna floksins hesa tingsetuna - hetta sambært nøkrum innanhýsis reglum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eykaflokstingiið hjá Tjóðveldi verður í dag frá klokkan 12 á Hotel Føroyum. Har verður greitt, hvør skal stjórna flokkinum víðari - hvørt Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg skulu taka yvir fyri Høgna Hoydal.

Stórur spenningur er um atkvøðugreiðsluna, sum 48 ymisk fólk hava atkvøðurætt til.

Tað er tó ikki spenningur um, hvør verður nummar tvey í røðini. Hervør Pálsdóttir er tann einasta, sum er í uppskoti til tess. Hon varð tilnevnd áðrenn á midnátt týsdagin og verður Hervør endaliga vald sum næstforkvinna leygardagin seinnapartin.

Harvið er greitt, at Tjóðveldi fer at hava forkvinnu og næstforkvinnu á fyrsta sinni. Sirið Stenberg hevur verið næstforkvinna seinastu árini.

Hervør Pálsdóttir hevur annars verið virkandi næstforkvinna hjá Tjóðveldi eftir at Sirið Stenberg fór í landsstýrið

28-ára gamla tingkvinnan varð fyrstu ferð vald inn sum blaðung í 2019. Í 2022 varð Hervør Pálsdóttir fjórðvald á Tjóðveldislistanum við 377 atkvøðum - aftanfyri Høgna Hoydal, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2024

12 Leygardagur 02. november 2024

Samráðingarnar eru slitnaðar

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar.

Partarnir løgdu síni krøv fram 8. oktober, og síðani hava seks samráðingarfundir verið millum partarnar.

Samráðingarnar hava gingið væl, men tá tað sá út til at koma á mál, kom stígur í, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið boðsendu semingsstovninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

13 Leygardagur 02. november 2024

Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarformaður í Posta

Joen Magnus Rasmussen er farin úr nevndini

Árni Ellefsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á eykaaðalfundi í Pf. Postverki Føroya 30. oktober 2024 varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. 

Hesum boðar Løgmálaráðið frá. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.

Pf. Postverk Føroya hevur seinastu tíðina havt avbjóðingar við rakstrinum, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at tillagað felagið.

Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta.

- Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.

Herfyri fór Hans Jákup Langgaard frá sum stjóri í Posta eftir at hava sitið í sessinum í eitt lítið ár. Atfinningar hava verið um fráfaringaravtaluna, sum Posta-nevndin gjørdi við hann, tí hóast hann segði upp sjálvur, fekk hann góða fráfaringaravtalu við løn í hálvt ár umframt 200.000 krónur í bonus. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2024

14 Leygardagur 02. november 2024

Fjord ársins íverkseti

Íverksetaradagurin var í Løkshøll hósdagin, og har var fyritøkan Fjord kosin ársins íverkseti 2024

Løgmaður og Suffía Nón, sum eigur og rekur FJORD
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin bleiv kunngjørt, at fyritøkan FJORD, er kosin Ársins íverkseti 2024.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin í Løkshøll í Rúnavík. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FJORD til ársins íverkseta 2024.

Løgmaður segði millum annað soleiðis um ársins íverkseta:

- Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, er sprottin úr einum kreativum hugskoti, sum hevur vundið uppá seg til støðuna í dag, har fyritøkan selur ein hóp av litríkum brúksvørum í Føroyum og uttanlands. Vøruúrvalið hjá ársins íverkseta hevur íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvørvinum, ið stovnarin er uppvaksin í. Tað kreativa og litríka ger vøruna til nakað serligt, og fyritøkan er vorðin alt meira kend í Føroyum og uttanlands.

FJORD hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað er Suffía Nón, ið eigur og rekur fyritøkuna. Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

15 Leygardagur 02. november 2024

Oman fyri 4 milliónir savnaðar inn til Reyða Kross

Innsavningin hjá Reyða Krossi gav omanfyri tríggjar milliónir krónur

Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Jógvan Skeel Nolsøe vóru vertir í sendingini, sum varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum (Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra innsavningin hjá Reyða Krossi var í sjónvarpinum sunnukvøldið.

Og tá roknað varð saman móti endanum av sendingini var greitt, at 3.200.259 krónur eru savnaðar inn.

Ikki smávegis. Tey sum stuðlaðu við meira enn 200 krónur, vóru við í lutakastinum um ein Volvo EX30 bil. Lutakastið skuldi eftir ætlan vera beinleiðis í sendingini, men av tekniskum ávum varð hetta gjørt seinni í vikuni.

Av somu teknisku trupulleikunum vórðu tey, sum ringdu inn við telefon, ikki tald við í teimum 3,2 milliónunum. Tískil kann væntast, at upphæddin veksur nakað tá tey koma við.

Uppboðssøla var eisini av landsliðstroyggju hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu umframt tvey atgongumerki til heimadystin móti Kosovo 6. november. Troyggjan fór fyri 15.500 krónur.

- Tað er rættiliga rørandi at vita, at hugurin at stuðla einum góðum endamáli í Føroyum er so stórur sum hann er. Eg kann ikki annað enn vera ótrúliga takksamur fyri stuðulin, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, síðst í sendingini.

---

Týsdagin var liðugt at telja upp, og tá kundi Reyði Krossur kunngera, at úrslitið av innsavningini gjørdist heilar 4.116.453 krónur.

- Hjartans tøkk til øll, sum hava hjálpt okkum at røkka hesum málinum – hvør ein króna telur og er við til at gera mun hjá teimum, ið hava tørv á hjálp, sigur Reyði Krossur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

16 Leygardagur 02. november 2024

1.500 børn gingu skrúðgongu í Havn

Skúðgongan var partur av Fjølmentanarvikuni. Skrúðgongan byrjaði í Gundadali og gingið varð oman á Vaglið

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í ár hevur Fjølmentanarvika verið, og mong spennandi tiltøk á skrá. Í góðveðrinum mánadagin luttóku børn úr øllum Føroyum á stórari skrúðgongu í Havn.

Skrúðgongan byrjaði á Ovara vølli í Gundadali við undirhaldi.

Síðani fór fylgið oman á Vaglið, har undirhald og røður vóru á skránni.

Umleið 1.500 børn luttóku í skrúðgonguni.

Myndirnar tók Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna

Sí fleiri myndirn her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

17 Leygardagur 02. november 2024

Góða gongdin helt fram í triðja ársfjórðingi

Úrslitið fyri skatt var 119 milliónir krónur – 14 milliónir betri enn undanfarna ársfjórðing

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Banki kunngjørdi í vikuni roknskapartølini fyri triðja ársfjórðing 2024. Yvirskipað er gongdin framvegis góð, og úrslitið fyri skatt var 119 milliónir krónur, samanborið við 105 milliónir fyri skatt í øðrum ársfjórðingi í ár.

Góða gongdin er grundfest í einum vøkstri í bæði innlánum og útlánum og góðum virðisbrævaavkasti. Fíggjarstøðan hjá bæði vinnukundum og privatkundum er sum heild góð, og tað sæst aftur í afturførdum niðurskrivingum í ársfjórðinginum.

- Tey, sum eru merkt av øktu rentunum seinastu árini, fara at merkja ein lætta nú. Rentustøðið er nú lækkandi, og marknaðurin væntar enn fleiri rentulækkingar komandi tíðina. Vit hava fráboðað tríggjar rentulækkingar í ár. Hetta fer at gera tað lættari hjá húskjum, sum hava merkt eitt fíggjarligt trýst av hægri rentum undanfarnu árini. Yvirskipað hava okkara kundar tað tó gott, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Realkreditfígging kann taka burtur óvissuna

Tá rentustøðið er skiftandi, so kann tað vera áhugavert hjá húskjum at velja realkredittfígging heldur enn vanliga bankafígging, tí tá ber til at læsa rentuna í styttri og longri tíðarskeið.

- Rentuhækkingar kunnu merkja einstakar familjur sera hart, og tí er tað altíð skilagott, at ein javnan kannar, um fíggingin er samansett rætt. Við realkredittfígging ber til antin heilt ella partvíst at sleppa undan, at rentan sveiggjar, og ein fær fleiri møguleikar fyri at samanseta fíggingina, enn tá ið talan er um vanliga bankafígging. Nú lækka renturnar, men júst tá kann tað vera skilagott hjá kundum at umhugsa realkredittlán, so teir eru í einari betri støðu, um renturnar hækka aftur, sigur Turið F. Arge.

Útlit restina av árinum

Útlitini fyri restina av árinum eru góð, og árið sum heild hevur verið betri enn upprunaliga væntað. Bankin væntar nú eitt nettoúrslit eftir skatt fyri árið millum 275 og 300 milliónir krónur.

Roknskapurin fyri triðja ársfjórðing í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 119 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 66 mió. kr.
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 6 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 72 mió. kr.
  • Útlánini hjá bankanum eru 9,1 mia. kr.
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
  • Innlánini hjá bankanum eru 9,4 mia. kr.
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 37,9%

Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 275 og 300 mió. kr. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

18 Leygardagur 02. november 2024

Nýggi langhylurin hátíðarhildin

Hátíðarhald var mánadagin í Gundadali í sambandi við, at nýggi langhylurin er liðugur, og í næstum verður tikin í nýtslu

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsta skotið til langhylin varð latið í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbaði og annað.

Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.

Annika Olsen var tann fyrsta at svimja í 50 metrar langa hylinum, og eftir hetta fingu fleiri onnur møguleikan.

Sí allar myndirnar frá hátíðarhaldinum her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

19 Leygardagur 02. november 2024

Óvanliga nógv valevni í Tórshavnar kommunu

Ikki síðan 1988 hava so nógv valevni sum í ár bjóðað seg fram

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Valúrslit.fo: 102 fólk bjóða seg hesaferð fram sum valevni í Tórshavnar kommunu.

So nógv valevni hava ikki verið í høvuðsstaðnum fyrr - í øllum førum ikki síðan 1988.

Havast skal í huga, at fólkatalið í kommununi er vaksið munandi í hesum tíðarskeiðnum. Í 1988 vóru Argir, Kirkjubøur og Velbastaður, Hestur, Nólsoy, og Kollafjørður í sjálvstøðugari kommunu.

Tað vil siga, at tað vóru lutfalsliga fleiri valevni ta ferðina.

Talið av valevnum minkaði støðugt komandi áratíggjuni, og í 2008 vóru 66 valevni, sum er tað lægsta í hesum tíðarskeiðnum.

Talið av valevnum í Tórshavnar kommunu:

2024: 102
2020: 78
2016: 73
2012: 87
2008: 66
2004: 76
2000: 86
1996: 94
1992: 97
1988: 100

Hesaferð eru átta listar at velja millum í Tórshavnar kommunu. So nógvir listar hava ikki verið síðan 1984.

Valevnini hesaferð síggjast á valurslit.fo her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

20 Leygardagur 02. november 2024

Væl fleiri kvinnur stilla upp í høvuðsstaðnum hesaferð

45 kvinnur og 57 menn stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, at 44,1 prosent av valevnumum eru kvinnur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Valúrslit.fo: 45 kvinnur og 57 menn stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu hesaferð. Tað vil siga, at 44,1 prosent av valevnunum eru kvinnur.

Tað er væl fleiri enn seinast. Tá var lutfallið 28 kvinnur og 50 menn. Tað vil siga, at 35,9 prosent av valevnunum í Tórshavnar kommunu vóru kvinnur ta ferðina.

Tjóðveldi hevur fulla javnstøðu á sínum lista hesaferð, og á trimum uppstillingarlistum eru fleiri kvinnur enn menn. Tað er á javnaðarlistanum, borgaralistanum og kommunulistanum.

Sambandsflokkurin hevur seks kvinnur og sjey menn á sínum uppstillingarlista.

Fólkaflokkurin: 3 kvinnur og 11 menn
Sambandsflokkurin: 6 kvinnur og 7 menn
Javnaðarflokkurin: 9 kvinnur og 8 menn
Tjóðveldi: 8 kvinnur og 8 menn
Framsókn: 3 kvinnur og 6 menn
Miðflokkurin: 2 kvinnur og 6 menn
Borgaralistin: 5 kvinnur og 3 menn
Kommunulistin: 9 kvinnur og 8 menn

Í 2016 vóru kortini lutfalsliga fleiri kvinnulig valevni enn hesaferð í høvuðsstaðnum. Tá vóru 33 kvinnur og 40 menn uppstillað til býráðsvalið. 45,2 prosent av valevnunum vóru kvinnur fyri átta síðan.

Í 2012 var lutfallið 33 kvinnur og 54 menn, svarandi til, at 38 prosent av valevnunum vóru kvinnur.

Valevnislistarnir síggjast á valurslit.fo her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

21 Leygardagur 02. november 2024

Býarskái í Runavík um vikuskiftið

Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið, 2. og 3. november, verður Býarskái í Runavík.

Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk.

Handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu við ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Afturat jólasøluni í ymsu handlunum ber m.a. til at taka eina jólamynd inni á Visit Runavík, eta mat á Street Food økinum, hoyra søgur á Bókasavninum, síggja listaframsýning í Gulu Smiðju, fara til stand-up, bókaprát og konsert í Løkshøll og uppliva pop-up marknaðin í gamla býráðssalinum. Afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður eisini, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Handlarnir hava opið frá klokkan10 til miðnátt leygarkvøldið 2. november og frá klokkan 14 til klokkan 20 sunnukvøldið 3. november.

Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á Facebook vanganum; “Býarskái í Runavík”.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

22 Leygardagur 02. november 2024

Nýtt hús skal savna eldri og yngri borgarar

Eiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja hús norðan fyri fótbóltsvøllin, ið skal virka sum eldratilhald, frítíðarskúli og ungdómshús

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja eini hús norðan fyri fótbóltsvøllin, sum fer at avloysa Eiðisstovu, frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Harafturat verður bygningurin ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi – tó uttan at tað ávirkar skattaprosentið.

Tað skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu í dag. Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur.

Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan og er mett at kosta umleið 20 milliónir. Fíggingin er fingin til vega – uttan at tað ávirkar skattaprosentið ella barnafrádráttin.

Eldru borgararnir, sum í dag halda til í Eiðisstovu, fara at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum.

Frítíðarskúlin fær nýggj hølir við góðum umstøðum og verður framtíðartryggjaður til 60 børn.

Og ungdómurin fær eitt hús, sum bjóðar nýggjar møguleikar innan eitt nú tónleik, miðling, list, verkstað, hondarbeiði og annað.

Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, sjálvi eru við til at skapa og menna felagsskapin – og soleiðis styrkja sjálvsálitið og virkishugin, skrivar eidi.fo.

Meira um húsið kalla Húsið millum Vatna her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

23 Leygardagur 02. november 2024

Nýtt borgarahús í Kaldbak

Hátíðarhald var í Kaldbak sunnudagin, nú nýggja borgarahúsið við síðuna av skúlanum varð tikið í nýtslu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald í Kaldbak í gjár, nú nýggja borgarahúsið er liðugt.

Á skránni var bæði tónleikur og røður.

Meira á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, vísti í røðu síni á, at endamálið við húsinum er at borgararnir í økinum kunnu brúka tað til alskyns endamál, bæði til sálar og kropp.

Kommunan hevur lagt seg eftir, at borgarahúsið ikki einans skal vera eitt rúm til ítrótt og rørslu, men skal virka sum bygdarhús, til veitslur, til fundir, konsertir, til eldratilhald, undirhús og samkomur av ymsum slag.

Býráðið samtykti eisini á býráðsfundinum í farnu viku, at nýggja borgarahúsið í Kaldbak verður nýtt valstað longu til kommunuvalið í næsta mánaði. 

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

24 Leygardagur 02. november 2024

Nýggjur skúli skal byggjast í Hoyvík

Hoyvíkar skúli skal rívast niður og spildurnýggjur tvísporaður skúli skal byggjast á sama matrikkli. Tað sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu

Nú eru útlit fyri, at verulig ferð kemur á arbeiðið at ríva gamla skúlan niður og byggja nýggjan ístaðin. Tórshavnar kommuna, sum hevur samtykt at fara undir arbeiðið. Eingin kostnaðarmeting er tó gjørd enn
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú eru útlit fyri, at verulig ferð kemur á arbeiðið at ríva gamla skúlan í Hoyvík niður og byggja nýggjan ístaðin. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at fara undir arbeiðið.

Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari. Jákup Bogi Joensen hevur tosað við Heina Gaard, leiðara á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.

-  Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum. Tekningar eru gjørdar av einum tvísporaðum skúla og einum trísporaðum skúla. Tað letur seg gera at byggja ein trísporaðan skúla, men tá verður ógvuliga trongt á økinum, og tí hava vit í fyrsta umfari valt at arbeiða víðari við verkætlanini at byggja nýggjan tvísporaðan skúla.

[object Object]
Heini Gaard frá Tórshavnar kommunu (Mynd: skulabladid.fo)

Enn er eingin kostnarmeting gjørd. Tórshavnar kommuna hevur gjørt ymiskar ábøtur á núverandi Hoyvíkar Skúla men mett verður, at tað er betri at hugsa nýtt og øðrvísi.

Tað fyrsta stigið er, at finna eina skikkaða loysn á, hvussu og hvar næmingar í Hoyvíkar skúla kunnu húsast, meðan byggiarbeiðið verður.

-  Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta so nógvar næmingar í einum høggi. Vit hava kannað fleiri møguleikar, og beint fyri summarfrítíðina vóru vit í Hoydølum og kannaðu umstøðurnar á gamla Studentaskúlanum. Tað er ein møguleiki, men vit eru ikki komin á mál við tí arbeiðinum, sigur Heini Gaard við Skúlablaðið

Les alla greinina hjá Skúlablaðnum HER

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

25
Leygardagur 02. november 2024

GroAqua byggir heimsins størsta fóðurflaka til Bakkafrost

Fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðuri og kann fóðra 24 aliringum samstundis. Framkomni flakin verður ómannnaður

Tveir flakar skulu gerast, og skulu teir verða lidnir næsta summar (Mynd: GroAqua)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

GroAqua og Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka. Hetta tá ið tað kemur til stødd av fóðurgoymslu og tal av fóðurlinjum.

Tað boðar GroAqua frá í skrivi fyrrapartin. Felagið hevur yvir 100 fólk í samtakinum - í fýra ymiskum londum.

Framkomni fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðuri og hevur 24 fóðurlinjur. Við hesum er møguligt at fóðra 24 aliringum samstundis. Neyðugt er hedur ikki við starvsfólki fast.

- Fóðurflakin verður útgjørdur við n‎‎‎ýggjastu tøknini hjá GroAqua á Kambsdali, sum ger, at fóðurflakin verður ómannaður. 

[object Object](Myndir: GroAqua)

GroAqua boðar frá, at hetta er størsti sáttmáli, sum GroAqua nakrantíð hevur gjørt, tí fóðurflakin er annar av tveimum fóðurflakum, sum GroAqua skal byggja fyri Bakkafrost á hesum sinni.  

- Vit hjá GroAqua eru errin av at hava gjørt eina søguliga avtalu við Bakkafrost um at byggja tveir stórar fóðurflakar. Verkætlanin vekir ans uttanlands, tí talan er um slóðbrótandi fóðurflakar í mun til støddina og tøknina umborð, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua arbeiðir við hesi verkætlan.

Tað er GroAqua í Polandi, dóttirfelag hjá GroAqua í Føroyum, sum stendur fyri byggingini av fóðurflakunum saman við starvsfólkum í Føroyum. Flakarnir skulu verða lidnir næsta summar.

[object Object]Oddvald Olsen og Jón Purkhús, sum eru alileiðarar hjá Bakkafrost, og Ólavur Thomsen og Daniel Obradovic frá GroAqua í Føroyum (Mynd: GroAqua)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

26
Leygardagur 02. november 2024

Sandship keypt farmaskip

Felagið Sandship í Fuglafirði hevur keypt eitt farmaskip úr Niðurlondum

Hendrik S er á veg í føroyska flotan (Mynd: Marinetraffic)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Felagið Sandship í Fuglafirði hevur keypt farmaskipið Hendrik S úr Niðurlondum.

Skipið skal nú umbyggjast til sjálvlossara, og síðani skrásetast í føroyska flotanum.

Hvat skipið er keypt fyri er ikki upplýst.

Skipið, sum er bygt í 2001, er knappar 83 metrar langt og 12,4 metrar breitt. 

Frammanundan eigur felagið Sandship skipini Sandfrakt, Vestborg, Vestland og Vitan.

Tað er Jørgin Jacobsen, sum er stjóri í Sandship.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

27 Leygardagur 02. november 2024

Merktur grindahvalur kavar djúpt

Ein grindahvalur, sum varð merktur í Fuglafirði 3. september, hevur kavað niður á yvir 1.100 metra dýpi, sum er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1.100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum.

Grindin ver enn suðuri á áleið 59 breiddarstigum. Hon hevði seinastu vikuna verið rættiliga støðuført í dýpinum millum Hatton banka og Rosemary banka.

Tann merkta grindin úr Klaksvík, sum støðugt hevur ferðast suðureftir, vendi hósdagin suðuri á 50 breiddarstigum. Farna fríggjadag ferðaðist hon 35 fjórðingar norðureftir aftur. Grindin hevur hildið seg mest í hellingini, men er nú farin út á nakað djypri sjógv, skrivar Havstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024

28 Leygardagur 02. november 2024

Suðuroyggin skal bróta slóð fyri heilsutænastum

Úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið

Frá vinstru Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna, Margit Stórá, landsstýriskvinna, Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna og Janus Thomsen, Hvalbiar kommuna (Mynd: hmr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sum nakað nýtt, er ætlanin at fara undir at gera ymiskar royndarskipanir um, hvussu heilsutænastur í Suðuroy kunnu skipast, við atliti til at tryggja suðuroyingum dygdargóðar heilsutænastur við hægstu heilsufakligu góðsku.

Í komandi viku fer landsstýriskvinnan at leggja lógaruppskot um heilsutænastur í nærumhvørvinum fyri Løgtingið, skrivar Heilsumálaráðið. Hetta lógaruppskotið ger tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum. Tí er farið undir fyrireikandi arbeiði longu nú, soleiðis at tað er møguligt at fara undir eina royndarskipan, tá ið lógin kemur í gildi.

Mánadagin var Margit Stórá, landsstýriskvinna, á fundum í Suðuroy við borgarstjórunum, leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsi og Suðuroyar Bú- og heimatænastu, umframt kommunulæknum. Margit Stórá kunnaði um, at arbeiðið at betra um heilsutænasturnar fer at verða gjørt í einum tøttum samstarvi millum viðkomandi partar í Suðuroynni.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri heilsustarvsfólk í Suðuroynni, borgarar í Suðuroynni og Heilsumálaráðið skal gera uppskot til ítøkiligar royndarskipanir, sum skulu tryggja, betra og menna heilsutænastur til suðuroyingar. Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum.

Tá royndartíðarskeiðið er liðugt, skulu royndarskipanirnar eftirmetast. Úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Suðuroynni.

- Eg eri glað fyri, at undirtøka er fyri at fara undir at gera royndarskipanir, sum kunnu betra um tilboðini til heilsutænastur. Tær fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni, sum harvið verður slóðbrótari á økinum. Eftir ætlan, fer hetta at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá suðuroyingum – og serliga hjá teimum, sum hava størstan tørv á heilsutænastum, t.v.s. eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi og avvarðandi teirra. Seinni verður farið undir at gera aðrar royndarskipanir kring landið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

[object Object]
Landsstýriskvinnann saman við borgarstjórunum Ásu Holm, Porkeris kommuna, Bjarna Johansen, Vágs kommuna og Delmar Tausen, Hovs kommuna

[object Object]
Landsstýriskvinnan saman við kommunulæknunum Davíð Guðnason og Dorrit Bech Joensen

[object Object]
Landsstýriskvinnan saman við Gunnbjørg Guttesen, varastjóra Suðuroyar sjúkrahúsi, Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóra, Suðuroyar sjúkrahús og Hera Norðberg, leiðara í Suðuroyar Bú- og heimatænastu


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

29 Leygardagur 02. november 2024

Leingja Høganesvegin - skulu byggja fleiri íbúðir

Vegurin skal leingjast við 180 metrum, og næsta ár skal grundøki bjóðast út til íbúðarbygging

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon um at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan.

[object Object]
Mynd: nes.fo

Grótið til vegin verður fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Tá ið vegurin er liðugur í august komandi ár, hevur kommunan eitt grundøki á áleið 3.000 fermetrar, sum fer at verða boðið út til íbúðarbygging.

Niðan fyri vegin verða átta grundøki til sethús, og hesi verða eftir ætlan sett til sølu fram móti sumri 2025.

Kostnaðurin fyri arbeiðið verður í alt áleið 3,4 milliónir.

Nes kommuna bað um tvey tilboð upp á arbeiðið, og Falkon hevði lægra tilboðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

30 Leygardagur 02. november 2024

Nýggjur frítíðarskúli kemur í Kollafirði

Í gjár varð gamla vatnverkið tikið niður - ístaðin verður frítíðarskúlin bygdur á staðnum við Botnánna. Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 millónir, og skal frítíðarskúlin takast í nýtslu um eitt ár

Í vikuni varð gamla vatnverkið, ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion, tikið niður. Har verður staðsetingin (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Røddir hava verið í Kollafirði, sum siga, at Tórshavna Kommuna ger ov lítið fyri bygdina. Nú stundar til val, og gongd komið á at gera frítíðarskúla í bygdini.

Býráðið samtykti 24. oktober, at játta samlaðu fíggingina av byggingini. 

Í í vikuni varð gamla vatnverki, ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion, tikið niður. Har verður staðsetingin

-  Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemið í Kollafirði samlað við Botnánna. Byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum, skrivar torshavn.fo.

[object Object]

[object Object][object Object]
Myndir: torshavn.fo

Tórsahavnar kommuna skrivar eisini, at fyrireikingarnar at byggja frítíðarskúlan hava verið í gongd í eina tíð, og arbeiðið byrjar sum skjótast. Frítíðarskúlin verður klárur at taka í nýtslu um eitt ár.

Arbeiðstakari er Articon, sum vann útboðið í kapping við aðrar arbeiðstakarar. Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 millónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

31 Leygardagur 02. november 2024

Nýggi parturin av kirkjugarðurin í Rituvík vígdur sunnudagin

Verkætlanin hjá kommununi og Voyt fevnir um 160 tvífaldar gravir. Meinhard Bjartalíð, prestur, vígur eftir guðstænastuna sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Allahalgannadag, sunnudagin 3. november, verður nýggi kirkjugarðurin í Rituvík vígdur.

Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Meinhard Bjartalíð, prestur, eftir guðstænastuna í Rituvíkar kirkju fer at víga nýggja partin av kirkjugarðinum.

Á sumri í 2023 skrivaðu borgarstjórin og Johannes Johannesen frá Voyt undir sáttmála um víðkan av kirkjugarðinum í bygdini.

Voyt átti lægsta boðið til verkætlanina, sum fevndi um 160 "dupultar gravir", upplýsir Runavíkar kommuna.

Arbeiðið er liðugt, og kirkjugarðurin verður nú handaður Runavíkar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

32 Leygardagur 02. november 2024

Maybritt fekk ársins ADHD viðurkenning

Á tiltakið hjá ADHD-felagnum herfyri heiðraði felagið vegleiðaranum Maybritt við Strond

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var ein samd nevnd í ADHD felagnum, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024.

Maybritt hevur verið vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021. Eisini er Maybritt bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum í ADHD felagnum. Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum.

Maybritt er sera væl skikkað til at vera vegleiðari í ADHD og autismufelagnum. Hon hevur stóra vitan, nógvar royndir, og so hevur hon eitt serligt blítt og heitt lyndi, so fólk kenna seg væl, tá tey koma til hennara

Felagið hoyrir javnan frá fólki við ADHD, og serliga foreldrum at børnum við ADHD, at Maybritt hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við at lurta og geva eina framúr skikkaða vegleiðing innan alt frá at skipa gerandisdagin, til hjálpiamboð í skúlanum til at vera við sum hjásiti til truplar fundir.

Nevndin hevur eisini merkt hennara eldhuga, og hon hevur veitt nevndini fakligt innlit innan nógv øki.

ADHD felagið er errið av, at handa ársins ADHD-viðurkenning 2024 til Maybritt við Strond. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

33 Leygardagur 02. november 2024

Marita Gunnarstein Nielsen nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy

Marita er 40-ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum - við hjágrein í sálarfrøði og donskum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur staðið fyri setanina vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

- Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Høgni Hoydal hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.

Hesum boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í skrivi í dag. Orsøkin til at hetta aðalráðið tekur sær av tí er, at talan er um setanarmál, ið er viðgjørt og avgreitt í vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Um nýggja rektaran skrivar uvmr.fo, at Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

- Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan. 

Marita Gunnarstein Nielsen avloysir Rósu Heinesen, sum fer í annað starv. Marita býr í Vági saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

34 Leygardagur 02. november 2024

100 ára føðingardagur á Panorama

Sunnudagin hátíðarhelt Bergljót Eiriksfoss – vanliga nevnd Beggan – rundan føðingardag

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Bergljót Eiriksfoss – vanliga nevnd Beggan – rundaði tey 100 árini.

Móttøka var á Panorama, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Aksel V. Johannesen, vóru millum røðararnar.

Fleiri myndir og røðan hjá borgarstjóranum eru at síggja og lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

[object Object]
Løgmaður, borgarstjóri og ríkisumboðskvinna vóru millum gestirnar (Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

35 Leygardagur 02. november 2024

Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í søguni er útkomin

Í tvey áratíggju hevur Kvinna verið ein serstøk rødd fyri føroyskar kvinnur og samfelagið sum heild

Á forsíðuni hevur blaðið savnað 20 kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð (Skíggjamynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við 20-ára føðingardagin hjá blaðnum Kvinnu er eitt serligt jubleumsblað nú útkomið – eitt sterkt og fjølbroytt blað, sum telur heili 172 síður – og tað er størsta blaðið, vit nakrantíð hava latið úr hondum. 

Í tvey áratíggju hevur Kvinna verið ein serstøk rødd fyri føroyskar kvinnur og samfelagið sum heild. Í hesum serblaðnum kava vit í djúpa og fjølbroytta kvinnulívið í Føroyum í dag umframt nógv av tí, sum føroyskar kvinnur hava lagt í samfelagsmenningina farnu 20 árini.

20 megnar kvinnur prýða forsíðuna 
Á forsíðuni til hesa serstøku føðingardagsútgávuna hava vit savnað 20 megnar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð. Hóast tær eru sera ymiskar, er felagsnevnarin tann sami: tær hava allar verið við til at skapa og forma tað føroyska samfelagið, sum vit kenna í dag, og nú standa tær sum fyrimyndir fyri komandi ættarlið. 

[object Object]

- At savna hesar kvinnurnar á forsíðuni hevur verið ein heilt serlig tilgongd, og sjálvt arbeiðið at fáa allar smálutirnar at ganga upp í eina hægri eind, og at fáa kvinnurnar at standa saman í einum so sterkum og samanhangandi felagsskapi, hevur verið ein kreativ avbjóðing við stuttligum og gevandi løtum. Úrslitið er hendan ikoniska føðingardagsforsíðan, sum í sær sjálvum eitt visuelt tekin uppá styrki og samanhald – ein spegil av samtíðini, sigur Tóra Effersøe Mortensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu.

Tað er ein serstøk tíð fyri okkum á Kvinnunú vit kunnu hátíðarhalda heili 20-ár sum føroyskt magasin, sum alt hetta tíðarskeiðið hevur sett føroysku kvinnuna í fokus við søgum og breiðari viðger av føroyskum kvinnulívi.

- Hetta jubleumsblaðið ein varði, sum bæði minnir á týdningin av at minnast fortíðina, at fagna nútíðini og at hyggja frameftir. Okkara vón er, at Kvinna framhaldandi flytur seg við tíðini, men samstundis er viðkomandi og kveikir komandi ættarlið - tí føroyska kvinnan hevur pláss og týdning í samfelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

36 Leygardagur 02. november 2024

M.C. og Nikodemussangbólkurin nú á Spotify

Nú eru næstan allar tónleikaútgávurnar hjá Evangelisku Røddini at finna á talgildu tónleikapallunum

Meistarans Hond frá 1971 var fyrsta útgávan hjá Nicodemusarsangbólkinum. Frá vinstru Kári av Reyni, Kári Svensson, M. C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru tónleikaútgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini, eitt nú Spotify.

Nú er loksins komið á mál, skrivar Evangeliska Røddin í tíðindaskrivi. Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár.

M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum. Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer í Havn. Orsøkin til navnið “Nikodemus” er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátt. Hann ynski at spyrja um hitt æviga lívið. Tað er frá tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh. 3.16: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann , skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar.

Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg.

Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru:

  • 1971 - Meistarans hond
  • 1975 - Lív
  • 1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song
  • 1980 - Barnaminnir
  • 1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum (í Norðurlandahúsinum)
  • 1986 - Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár
  • 1988 - Ymiskt á leiðini
  • 1991 - Ein glotti fyri framman – M. C. Restorff og Regin Guttesen
  • 1994 - Nýtt og gott gamalt
  • 1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna
  • 2012 - Sanganna veingir

Í 1991 tók M. C. ein ungan spíra undir sítt veingjabreiði – tað var Regin Guttesen. Teir vóru saman um útgávuna “Ein glotti fyri framman”. Síðani tá hevur Regin, sum saman við konuni Heidi og teirra børnum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”.

Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipað arbeiðið. Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgilding og Óli Poulsen hevur fínpussað og re-mastrað.

Tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tey bestu masterbondini, so góðskan kundi blíva so góð sum møguligt. Og í tí sambandi ynskir Evangeliska Røddin at takka savninum í Kringvarpi Føroya.

Við hesum eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. Arbeitt verður víðari vit at fáa tær seinastu út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

37 Leygardagur 02. november 2024

Ljósið á Oyruni - Hvannasunds kirkja 75 ár

Í sambandi við serstaka dagin 13. november verður ein bók eftir Snorra Brend givin út. Í vikuni fyri 75-ára dagin verða hátíðargudstænasta og annað á skránni í Hvannasundi

Henda hátíðardagin ætlar kirkjuráðið at gera væl burturúr, við fleiri ymiskum tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er útgávan av eini bók, sum lýsir kirkjuna frá tí degi, ið tekningin til kirkjuna var gjørd, og til dagin í dag.
SkrivaÐ:

Innsent

13. november í ár eru liðin 75 ár, síðani kirkjan í Hvannasundi varð vígd.

Henda hátíðardagin ætlar kirkjuráðið at gera væl burturúr, við fleiri ymiskum tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er útgávan av eini bók, sum lýsir kirkjuna frá tí degi, ið tekningin til kirkjuna var gjørd, og til dagin í dag.

Í bókini, sum ber heitið ”Ljósið á Oyruni, verður greitt frá tíðini, tá arbeitt var við at útvega fígging og fáa fólk at byggja kirkjuna í 1948. Hóast væl var fyrireikað, tók tað mong ár til kirkjan varð vígd fyri 75 árum síðani, í 1949.

Heitið á bókini sipar til stóra, klára og lýsandi krossin, sum stendur á kirkjuhúsinum, og sum sæst speglast í Sundinum, tá myrkt er.

Rithøvundurin Snorri Brend hevur, eftir áheitan frá kirkjuráðnum, skrivað bókina, sum hevur 168 síður.

[object Object]

Tók prestin upp á ryggin

”Ljósið á Oyruni” hevur nógvar spennandi og forvitnisligar søgur um kirkjuna, kirkjufólkið og týdningin av at hava eina kirkju fyri bygdirnar Hvannasund og Norðdepil.

Høvundurin ger nógv burturúr at tosa við kirkjufólkið – altso tey, sum gera brúk av kirkjuni. Í bókini sleppa omanfyri 20 teirra at greiða frá týdninginum av hesum.

Ein teirra tekur soleiðis til:

”Havi eg ikki verið í kirkju ein sunnumorgun, so er tað ikki ein rættur sunnudagur fyri meg.”

Kirkjutænararnir vísa eisini sína ábyrgd og tíð at røkja alt tað, sum ein kirkja krevur. Prátað verður eisini við nakrar av hesum kirkjutænarum. Ein teirra, sum hevur verið organistur her frá tí hann var smádrongur, verður ofta spurdur um tað ikki er strævið at skula møta upp í kirkjuni sunnudag eftir sunnudag.

- Eg plagi heldur at venda hesum spurninginum við. Og so kann eg bara spyrja meg sjálvan: ”Hvat hevði tú gjørt ein sunnumorgun, um tú ikki skuldi spæla til eina gudstænastu?” Hetta er fínasta slag, og er nakað sum eg gleði meg til!”

Fleiri áhugaverdar søgur eru í bókini, millum annað um mannin sum mátti taka prestin upp á ryggin og bera hann inn í kirkjuna, tí sjógvur fløddi kring kirkjuna.

Og um deknin, sum misti alla innsavningina úti í storminum, soleiðis at peningaseðlarnir fuku í allar ættir.

Áhugaverdar samrøður

”Ljósið á Oyruni” lýsir bæði tað ið farið er, og tað ið koma skal, og eisini tá virksemið í kirkjuni byrjaði.

Sjálvan vígsludagin var keðiligt veður, og fólk óttaðust fyri, at teir bodnu gestirnir úr Havn og Klaksvík, bæði próstur og varaløgmaður, ikki fóru at koma fram, tí heglingsæl og høgætt við 15 m/s herjaðu gjøgnum sundið.

Samrøða er við kvinnuna, sum var doypt sama dag sum kirkjan var vígd. Hetta hendi, hóast prósturin ikki vildi hava barnadóp ein slíkan vígsludag, meðan mamman helt uppá sítt og vildi at hetta skuldi verða so. Og tað varð so, sum hon ætlaði.

Prátað verður eisini við 88 ára gamlan mann, sum var fyrsti unglingi í bygdini, ið var konfirmeraður í kirkjuni.

Hann hevur enn tað Nýggja Testamentið, sum hann fekk frá prestinum og sum hann hevur lisið dúgliga í líka síðani.

Týdningurin av tilhoyrandi kirkjuhúsinum verður ikki gloymdur. Hetta er ein savningarstaður fyri alt bygdarfólkið, og er við sínum lýsandi krossi ein tigandi tala um Jesus, sum ljós heimsins.

Tiltøk gjøgnum vikuna

Í samband við 75 ára dagin skipar kirkjuráðið í Hvannasundi fyri fleiri ymiskum og spennandi tiltøkum hesa vikuna.

Skráin fyri viku 46 er henda:

Mánadagin 11. novembur: Barnagudstænasta

Mikudagin 13. novembur: Bókaútgáva ”Ljósið á Oyruni” - um virksemið í kirkjuni í 75 ár

Hósdagin 14. novembur: Konsert við lokala bólkinum "Brandar"

Leygardagin 16. novembur: Ungdómsgudstænasta

Sunnudagin 17. novembur: Hátíðargudstænasta - Hvannasunds kirkja 75 ár

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

38 Leygardagur 02. november 2024

Fast gjald á heimaløðistøðir

Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga, men nú skal gjaldast fyri heimaløðistøðina

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga, men sum kunnað á heimasíðuni 19. oktober 2022 og í treytunum fyri heimaløðistøðir, skal gjaldast fyri heimaløðistøðina.

Gjaldið er 89 krónur um mánaðin við mvg.

Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt eins væl og manuelt viðlíkahald v.m.

Higartil hevur gjaldið ikki verið uppkravt, men eftir 1. desember 2024 verður hetta gjørt.

Gjaldið verður kravt umvegis mánaðaruppgerðina hjá Sev, so tað er ikki neyðugt hjá kundum at gera nakað í hesum sambandi sigur Sev frá á síni heimasíðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

39 Leygardagur 02. november 2024

Vatnturbinan á Strond óvirkin vegna havarí

Vatnturbinan á Strond, sum bleiv verksett 24. oktober eftir høvuðsumvæling, er nú av ókendum orsøkum aftur í ólagi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Undir royndarkoyringini hendi ein maskinskaði, sum neyðugt er at kanna nærri. Turbinan verður send til Andritz Jevnaker í Noregi til kanningar og umvæling, og tískil fer vatnorkuframleiðslan á Strond at liggja still restina av árinum, skrivar SEV á heimasíðu síni. 

“Turbinan hevði einans koyrt í hálvtannað samdøgur, tá skaðin hendi”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. “Tað er enn ilt at siga, hvussu leingi kanningar- og umvælingararbeiðið fer at taka.”  

Nógv vatn er í byrgingini í Strandardali, og nú eingin vatnorkuframleiðsla er, rennir vatn av byrgingini.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

40 Leygardagur 02. november 2024

Grøna orkuskiftið: - Vit tosa nógv men gera alt ov lítið

Øll tosa um grøna orkuskiftið men "einki" verður gjørt við tað. Hetta kundi verið ein av niðurstøðunum á fyrsta degnum á stóru orkuráðstevnuni í Vágunum undanfarna fríggjadag. Ella við øðrum orðum: Nokk er  tosað - nú krevst, at nakað ítøkiligt verður gjørt

Umboð fyri Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna, SEV og donsku orkufyritøkuna Ørsted vórðu partur av orkuráðstevnuni á Giljanesi (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast Føroyar hava fingið fleiri vindmylnulundir, og ymisk tiltøk eru sett í verk til tess at fremja grøna orkuskiftið, so gongur tað alt alt ov seint at liva upp til ætlaninar at gera Føroyar meira grønar. Hendir ikki okkurt heilt kolveltandi komandi árini, fara vit ikki at røkka nær námind okkara málum.

Hetta var millum mongu niðurstøðurnar, sum vórðu gjørdar á  orkuráðstevnuni “Varandi Heimur” á Giljanesi undanfarna fríggjadag. Ein reyður tráður gjøgnum framløgurnar og orðaskiftið var, at tað frá politiskari síðu verður gjørt alt ov lítið fyri at liva upp til setningin og avgerðina um at minka munandi um útlátið innan 2030. 

Ella sum ein av luttakarunum orðaði tað: “Vit tosa nógv men gera alt ov lítið, og tað vit kunnu gera, tað gera vit heldur ikki. Vit hava veruliga møguleikar fyri at gera nakað her og nú, og tað er bara ein spurningur um at skipa seg rætt. Tað er tað almenna, sum skal inn og gera reglurnar soleiðis, at tað ber til.”

Fyrireikararnir høvdu annars gjørt sær stóran ómak at lýsa bæði tørvin á og støðuna í grøna orkuskiftinum í Føroyum, nú tað bert eru fimm ár, til vit skullu røkka fyrstu málunum fyri minking av útlátinum. Undir yvirskipaða heitinum, hvussu vit sleppa av við at brúka olju á landi, løgdu umboð fyri  myndugleikarnar og vinnuna  fram tilfar eins og sjónarmið um, hvussu stendur til við grøna orkuskiftinum eins og hvussu framtíðin sær út. Hvussu vit koma á mál.

At døma eftir mongu útsøgnunum  ber til at siga, at Føroyar enn eru langt frá at røkka málinum um at skerja útlátið munandi í 2030. Og til tess at røkka málinum mugu vit taka annað skinn um bak og her ikki minst at beina fyri teimum mongu forðingunum, ið seta fót fyri royndunum at flyta okkum frá olju til varandi orkukeldur.

Mong vórðu annars boðini uppá, hvussu vit av álvara kunnu leggja frá landi. Saknur var tó í, at eingin politikari hvørki úr tinginum ella landsstýrinum var til steðar á hesi so týðandi orkuráðstevnu, væl vitandi, at høvuðspersónurin á politiska pallinum, landsstýriskvinnan við orku- og umhvørvismálum, Ingilín Strøm dagin fyri ráðstevnuna hevði sagt seg úr starvinum.  

Eitt ítøkiligt mál, sum fekk nógva umrøðu henda fyrsta stevnudagin, varð stóra verkætlanin hjá Effo og Bakkafrosti at seta upp eina risastóra vindmylnulund í Eysturoynni, kallað Eysturlund.

Stigtakararnir vóru sera misnøgdir við viðferðina, sum henda stóra grøna verkætlan hevur fingið í politisku skipanini eins og frá myndugleikum annars. Ein verkætlan, sum skal sleppa okkum av við 30.000 tons av tungolju og flyta okkum og her ikki minst vinnuna eitt týðandi stig víðari á grønu leiðini. 

Tað er fyritøkan Høgra hjá Høgna Rasmussen, sum tók stig til ráðstevnuna  við stuðuli frá SEV, Hiddenfjord og Bakkafrost. Skránna til ráðstevnuna hevur Høgra gjørt saman við Vinnuhúsinum og Umhvørvisstovuni. 

[object Object]Borgarstjórin í Vága Kommunu, Bjarni Prior beyð mongu luttakarunum og áhoyrarunum vælkomnar í Vágar til orkuráðstevnuna. 

[object Object]Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, ein av teimum, sum er ónøgdur yvir ikki at sleppa í gongd við stóru vindmylluverkætlanina, Eysturlund

[object Object]

[object Object]

[object Object]Óluva Zachariassen og Uni Arge journalistar avgreiddu stóru orkuráðstevnuna við hepnari hond

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024

41 Leygardagur 02. november 2024

Pumpuskipanin hjá SEV alstóran týdning

Ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna er eitt sera týdningarmikið lið  í okkara framtíðar orkuskipan

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni: - Vit síggja, at elnýtslan úr vindorku veksur. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa meira vindorku inn í skipanina og ongantíð ov skjótt. Og tí er avgerandi, at fyrsta vindorkulundin í Sandoynni verður veruleiki sum skjótast eins og tann í Suðuroynni
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er Kári Mortensen á Umhvørvisstovuni sannførdur um, og tað duldi hann heldur ikki fyri á orkuráðstevnuni í Vágum seinasta vikuskiftið. 

Hann vísti á, at vit í dag framleiða ikki meira el úr vatni, enn vit hava gjørt síðani 1990, tí tað longu er semja í Føroyum um tey øki í Føroyum, sum skulu brúkast til vatnorku. Tað sær tí eisini út til at vera sera ringt at fara undir at útbyggja vatnorkuna enn meira.

- Tað skulu vit liva við og klára okkum við. Vatnorkan hevur tó stóran týdning sum stabiliserandi orka, og til tess kunnu vit gera meira við vatnið enn gjørt verður í dag og vísir til nógv umrøddu pumpuskipanina hjá SEV, sum ætlanin er at gera í Vestmanna. Her kemur vatnorkan nevniliga í eina nýggja støðu, ið er sera týdningarmikil fyri okkum.

[object Object]

- Eftir mínari meining er henda orkuætlan ótrúliga týdningarmikil fyri framtíðar føroysku elskipanina. Hóast hon er avmarkað, umboðar hon eina sera týðandi orku. Hon ger nevniliga, at vit kunnu brúka vindorku, sum ikki kemur til høldar í dag og goyma hana, til vit mangla varandi orku.

Kári Mortensen vísti í framløgu síni á, at kostnaðurin av pumpuskipanini er dýrkaður og er seinasta metingin 2,2 milliardir krónur. Hetta hevur fingið kommunalpolitikarar at seta hana á pausu. Men hesin meirkostnaður kann gerast minni, og tað heldur hann vit eisini megna.  

Hava ikki ráð at lata vera 

- Vit eiga ikki at spyrja, um SEV hevur ráð til hesa íløgu. Vit eiga at spyrja, um samfelagið hevur ráð til at lata vera. Tað er ikki ein spurningur um, hvør ger tingini men um, hvat vit eiga at gera. Og tað er eingin ivi um, at hetta eiga vit at gera. Tað er SEV, sum ger og stendur fyri hesi verkætlan, men tað er einki, sum forðar fyri, at onnur eisini kunnu gerast partur av verkætlanini og gera partar av henni, um so er, at tað er trupulleikin. Tað mugu vit so loysa.

[object Object]

Kári Mortensen, sum man vera ein av teimum, ið hevur gingið á odda at tala grønu søkina, nýtti eisini høvið á orkuráðstevnuni á Giljanesi til at greiða frá, hvussu langt norðurlendsku grannar okkara eru komnir innan grøna orkuskiftið. Og her vísir tað seg, at Ísland er nógv tann grønasta tjóðin av Norðurlondunum. Tað er tó ein sannroynd, at øll Norðurlond framvegis brúka olju eitt nú til mongu bilarnar og skipini. Hann helt fyri, at hyggja vit eftir Føroyum, tá eru vit kanska meira heppin enn onnur, tí vit hava uppaftur størri møguleika at gera tað betri.

[object Object]

Grøna orkan 10% av orkunýtsluni

- Grøna orkan í Føroyum í dag er umleið 10 prosent av orkunýtsluni. Hyggja vit yvirskipað eftir oljuni, so telur hon meira enn 90 prosent í okkara orkunýtslu. Seinastu árini hava vit brúkt umleið 300.000 tons av olju um árið. Tað er ikki smávegis. Vit vita eisini, at vit brúka nógvar pengar til olju, í 2022 varð upphæddin 2,2 milliardir krónur, men í 2023 minkaði hon til 1,7 milliardir krónur. Tað eru sera nógvir pengar í okkara búskapi helt Kári Mortensen fyri og spurdi: 

- Hava vit sæð toppin av oljunýtslu í Føroyum og var hann í 2021? Vit síggja eina støðuga øking frá 2016, og tað er tí, at samfelagið er ekspanderað sera nógv, og vit brúka nógv meira orku. Frá 2021 til 2022 minkar hon men fer so aftur at vaksa í 2023. Spurningurin er, um vaksandi virksemið í samfelagnum, fer at gera, at oljunýtslan fer at vaksa aftur, til tað hon var í 2021. Her er tað mín meting, at tað fer hon ikki. Vit hava verið á toppinum, og frá nú av fara vit at brúka minni og minni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

SEV týðandi leiklut

Hyggja vit eftir elnýtsluni er hon umleið 5 prosent av okkara samlaðu orkunýtslu. Her síggja vit, at framleiðslan úr vatni er sera støðug. Dysturin er, um vit klára at hanga í við varandi orku, sum er tøk til tann vøksturin, ið er í samfelagnum. Her verður tað serstakliga  áhugavert at fylgja við vøkstrinum í vindorkuni. 

Kári Mortensen vísti á, at frá 2022 til 2023 vaks CO2 útlátið, og tað var orsøkin til, at hann eisini hevði tikið 2024 við í roknistykkið.  Her sæst nevniliga, at oljunýtslan hjá SEV fyrsta ársfjórðingin í 2024 minkar nógv. Samtíðis veksur elnýtslan. Orsøkin er,  at SEV við sínum nýggju battaríum og synkronstabilisatori fær meira av vindorkuni til høldar. Tað er so ein orsøkin til, at tað í 2024 er sera stórur vøkstur í framleiðsluni av vindorku og eisini orsøkin til, at oljunýtslan hjá SEV er nógv minkað. Tað er greitt, at SEV hevur ein sera týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum.

Meiri vindorka skal seta ferð á grøna orkuskiftið

- Spurningurin er so, um tað er nokk til, at tann samlaða oljunýtslan fer at minka vísti Kári Mortensen á og staðfesti aftur, at oljunýtslan í elframleiðsluni er minkað nógv frá 2021 til 2022, frá 2022 til 2023 veksur hon eitt sindur, men nú minkar hon aftur. Henda gongdin fer heilt víst at halda fram og koma fleiri vindmyllur, tá fer gongdin at ganga enn skjótari.

[object Object]

- Vit síggja, at elnýtslan úr vindorku veksur. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa meira vindorku inn í skipanina og ongantíð ov skjótt. Og tí er avgerandi, at fyrsta vindorkulundin í Sandoynni verður veruleiki sum skjótast eins og tann í Suðuroynni.

Magn og Effo eiga í dag 70 prosent av vindorkuframleiðsluni í Føroyum, meðan SEV eigur 30 prosent.

[object Object]

[object Object]

Mugu fáa avlopsorkuna til høldar

Kári Mortensen vísti á, at vit longu hava nógva avlopsorku í sambandi við vindmyllurnar, og tað er nakað vit eiga at arbeiða við og tryggja, at eitt nú vinnulívið kann gerast brúkari av hesi avlopsorku til ymisk endamál. Tað mugu vit syrgja fyri at fáa gongd á.

- Vit síggja í dag, at stórur vøkstur er í elnýtsluni bæði í fiskivinnuni og alivinnuni og seinastu árini eisini innan íbúðarøkið. Samlaða talið av húsum, sum hava hitapumpur, er komið uppá 5000. Vit hava tilsamans eini 20.000 hús, so vit eru við at koma rættiliga í gongd. Hvat viðvíkur bilunum síggja vit somu myndina. Í løtuni eru 2300 elbilar í Føroyum út av umleið 30.000. So her er enn langt á mál men eisini nógv er komið í gongd.

Hyggja vit at virksemi, sum longu er elektrifiserað, sæst, at vit spara umleið 200 mió. kr. um árið í oljuinnflutningi vegna grøna orkuskiftið. Hyggja vit so eftir tí, sum vit kundu havt gjørt, so kundu vit spart 300.000 tons og 1,7 mia. Men vit eru so komin í gongd við grøna orkuskiftinum við meira enn 10%. Tað er nú ikki so galið.

Skulu vit elektrifisera alt samfelagið, so skulu vit brúka sera nógvan streym. Ber tað til? Ja, men tá skulu vit brúka nógv meira av vindorku aftrat.

[object Object]

[object Object]Uni Arge, journalistur, ið skipaði framløgurnar og orðaskiftini og setti spurningar við sera hepnari hond og Kári Mortensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

42 Leygardagur 02. november 2024

Gullgleimur í Sarpugerði

Víkingur vann 4-1 á 07 Vestur og kundi leygardagin fegnast um sítt triðja føroyameistaraheiti. Atli Gregersen fekk handað nýggja FM-steypið - við gullhatti á høvdinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lagið var í Sarpugerði í Norðragøtu leygardagin. Longu undan síðsta dystinum móti 07 Vestur var greitt, at felagsliðið, Víkingur, hevði vunnið føroyameistaraheitið 2024.

Dysturin skuldi tí bara avgreiðast, so steypið og heiðursmerki kundu fáast til høldar.

At meistararnir eisini vunnu 4-1 gjørdi ikki lagið verri.

Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024

43 Leygardagur 02. november 2024

B68 bjargaði sær í Betrideildini

Blaðungi Bartal Klein Páll skoraði hattrikk og Jóhan Josephsen eitt mál í sterka og søta sigrinum við Løkin, har B68 annars var heppið ikki at fáa útvísing. Skála tapti í Gundadali og noyðist tungu leiðina niður í 1. deild aftur

Jóhan Josephsen, leigusveinur úr KÍ, skoraði til 1-0 og átti stóran leiklut í málunum til 3-1 og 4-1 síðst í dystinum. Ungi áleyparin hevur skorað týdningarmikil mál í endaspurtinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

NSÍ megnaði ikki at siga takk fyri seinast við B68 og samstundis hjálpa kommunufeløgunum hinumegin fjørð. Frammanfyri ógvuliga lívligum áskoðarafjøldum við Løkin gjørdi B68 bart.

Liðið, sum bert hevði vunnið fýra av 26 dystum og skorað 19 mál, skoraði fýra ferðir við Løkin og fekk trý lívsneyðug stig.

Í fyrra hálvleiki tóku 19-ára gamli leigusveinurin úr KÍ, Jóhan Josephsen, og 17-ára gamli havnarmaðurin, Bartal Páll Klein, ábyrgd og prikaðu bóltin í NSÍ-málið eftir ivasamt verjuspæl. B68 vísti kynismu.

Steffan Løkin var tvær ferðir nær við at minka fyri heimaliðið, men ikki fyrrenn i 83. minutti skoraði innskifti Búi Egilsson til 1-2.

Til tá í 2. hálvleiki hevði B68 havt tamarhald - men eisini verið hepnir: Bæði Hjalti Strømsten og Aleksandur Jensen áttu helst fingið reytt kort fyri ávikavist hevnisøku (spark) og at fella Petur Knudsen sum síðsti maður.

Altjóða dómarin, Heini Ziskason Viðoy, vísti tó bara gult í teimum báðum støðunum eftir samráð við hjálpaedómara. NSÍ spældi heldur ikki nóg væl til at vinna.

[object Object]

[object Object]Ein fegin borgarstjóri og venjarin, sum ikki slapp at sita á útskiftingarbeinkinum í síðsta dystinum vegna leikbann (Myndir: Sverri Egholm)

B68 setti stórt punktum seinastu løtuna. Eftir flott forarbeiði av serliga Jóhan Josephsen í báðum førum, økti Bartal Páll Klein hegnisliga við sínum vinstra beini: Tað seinna var eftir brotsspark.

4-1 til B68 sum havið endaði kappingarárið við manér við Løkin og helt sær uppi.

Sí allar myndirnar frá dystinum við Løkin

Skála stóð ímóti í fyrra hálvleiki í Gundadali, men eftir steðgin setti B36 ferð á og vann 3-0. Liðið hjá Magna Hoseth skal royna at koma í Evropa gjøgnum steypakappingina - Skála noyðist niður aftur í næstbestu deildina.

Betrideildin, 27. og seinasta umfar
Leygardagin 26. oktober

NSÍ - B68 1-4 (0-2)
22' 0-1 Jóhan Josephsen
29' 0-2 Bartal Páll Klein (Sebastian Nielsen)
83' 1-2 Búi Egilsson (Viktor Agardius)
87' 1-3 Bartal Páll Klein (Ragnar Samuelsen
90+6' 1-4 Bartal Páll Klein br.

B36 - Skála 3-0 (0-0)
46' 1-0 Anton Søjbjerg
59' 2-0 Zean Dalügge (Marius Kryger Lind)
73' 3-0 Andras Johansen (Marius Kryger Lind)

Víkingur - 07 Vestur 4-1 (0-0)
56' 1-0 Aron Ellingsgaard
70' 2-0 Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg)
75' 3-0 Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson)
81' 4-0 Jørgin Nielsen (Ari Olsen)
87' 4-1 Kevin Egell-Johnsen (Albert Theis Nielsen)

ÍF - KÍ 1-4 (0-1)
02' 0-1 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
58' 1-1 Símun Kallsø (Karl Løkin)
85' 1-2 Árni Frederiksberg (Kristoffer Ødemarksbakken)
87' 1-3 Kristoffer Ødemarksbakken (Jóannes Danielsen)
90+2' 1-4 Dan í Soylu (Árni Frederiksberg=

EB/Streymur - HB 1-4 (1-3)
15' 0-1 Mohamed Samba
26' 0-2 Mohamed Samba (Mathias Voss)
32' 1-2 Filip Djordjevic br.
36' 1-3 Jákup Thomsen (Noah Mneney)
67' 1-4 Mikkel Dahl (Sammy Skytte)

Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 73 stig
2. KÍ 67 stig
3. HB 59 stig 
4. NSÍ 42 stig
5. B36 41 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. B68 21 stig
9. Skála 20 stig
10. ÍF 7 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024

44 Leygardagur 02. november 2024

B68 gjørdi bart tá á stóð - Skála bert sjey stig síðani 1. juni

Á seinasta leikdegi fóru toftamenn frammum uppflytararnar av Skála. Sjey stig vóru millum liðini eftir 12. umfar

Aleksandur Jensen og liðfelagarnir kundu fegnast um bjargingina leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 hevði bert vunnið fýra landskappingardystir og skorað 19 mál undan dystinum við Løkin leygardagin, men við 4-1 sigri á NSÍ eydnaðist liðnum hjá Jákupi á Borg at fara og framvið Skála og harvið helt B68 sær í Betrideildini.

Sigrar á 07 Vestur og ÍF hava eisini verið týðandi fyri B68, sum skuldi vinna í seinasta umfari.

Talan var um sterkt liðavrik á einum degi, har B68 var betra liðið - útiliðið átti fingið minst eina útvísing í 2. hálvleiki, men NSÍ gjørdi ikki nóg mikið til at vinna dystin. Av spælarum hjá B68 skaraðu serliga tannáringar og málskjúttarnir Jóhan Josephsen (19 ár, eitt mál og upplegg) og Bartal Páll Klein (17 ár, hattrikk) framúr.

[object Object]Bartal Páll Klein verður fagnaður eftir sín stóra dyst

Skála vann 12. juni sín 4. sigur, tá ÍF vitjaði. Tá hevði liðið hjá Paula Poulsen 13 stig og sjey stig niður til B68 og 9. plássi.

Síðani vunnu uppflytararnir bert ein dyst, 07 Vestur á heimavølli 14. september. Samanlagt fekk Skála 7 stig seinastu 15 umførini, og tað rakk ikki.

--


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

45 Leygardagur 02. november 2024

Nú er bert steypafinalan eftir

Seinasti týðandi fótbóltsdystur í Føroyum í 2024 verður í kvøld klokkan 19 á Tórsvøli. HB og B36 bresta saman um í stríðnum um steypið, Havnina og milliónirnar

B36 og HB hava spælt tríggjar tættar dystir í ár. HB hevur vunnið tveir teirra 2-1, og tann seinasti endaði 2-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Fyri tíggjundi ferð hittast grannarnir í Gundadali. Hetta er bara triðju ferð seinastu stóru 50 árini. B36 hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, men annars hevur HB verið omaná.

Tað var ógvuliga dramatiskt í 2018 við fýra málum, tveimum reyðum kortum til B36 og brotssparkskapping. Nú skal B36 royna at endurtaka.

Um teir í hvítum og svørtum skulu spæla evropeiskan fótbólt í 2025, so er neyðugt at vinna steypafinaluna. Harvið er talan um ein lagnudyst fyri kappingarárið, sum í Betrideildini var rættiliga miseydnað. Dreymar um oddastríð endaðu í venjarauppsøgn og einum 5. plássi.

HB hevur tryggjað sær Conference League-pláss við 3. plássinum í Betrideildini. Tó gevur tað at vinna steypakappingina meira, tí steypavinnararnir fara beinleiðis í 2. umfar í Conference League - harvið hevur man tryggjað umleið fýra milliónir brutto áðrenn luttøkuna. 

NSÍ bíðar eftir eisini eftir møguliga ítróttarliga á fíggjarliga og ágóðanum av at enda á 4. plássinum. Tað hjálpir einki, um B36 vinnur finaluna. 

Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02. nogember
Kl. 19: B36 - HB


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

46 Leygardagur 02. november 2024

Rúni dømir steypafinaluna

46-ára gamli toftamaðurin skal fyri fyrstu ferð í ellivu ár passa floytuna og stýra einari finalu um Løgmanssteypið. Jógvan Breckmann og Emil Sørensen eru hjálpardómarar

Rúni Gaardbo er ein av royndaru dómarunum í føroyskum fótbólti og skal í kvøld stýra slagnum um Havnina, steypið og evropeisku milliónirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB á Tórsvøll í kvøld, leygardagin 2. november klokkan 19.

Rúni Gaardbo hevur høvuðsábyrgdina á vøllinum, meðan Jógvan Breckmann, Emil Sørensen verða hjálpardómarar. 

At verða settur á eina steypafinalu er ein heiður hjá einum dómara. Rúni Gaardbo dømdi seinast mansfinaluna í 2013. 46 ára gamli toftamaðurin er ein av royndaru dómarunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

47 Leygardagur 02. november 2024

- Tóku avgerðina í gjár - her býr meira í okkum

- Eg kendi meg eitt sindur skeivt siteraðan í miðlunum, men tað er farið nú. Tað er ein góð nýggj nevnd, góð fólk og góður felagskapur í B68, sigur Jákup á Borg, sum broytti meining

Hóast fagnað um 4-1 sigurin á B68 leygardagin, stendur 2024 als ikki sum eitt sterkt ár hjá B68: - Eg eri absolutt ikki nøgdur við 2024, og haldi her liggur nakað óforloyst í hópinum, staðfestir Jákup á Borg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í eina tíð hevur ljóðað, at Jákup á Borg ikki fór at halda fram sum venjari í B68 eftir kappingarlok. Nýggja starvsnevndin í B68 og Jákup á Borg hava tosað saman um framtíðina, og gleðast um at kunngerða at góða samstarvið heldur fram, og at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd.

Soleiðis skrivaði B68 á heimasíðu sínari mikukvøldið.

[object Object]Jákup á Borg fagnaður eftir 4-1 sigurin leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir at plássið í Betrideildini varð tryggjað leygardagin við Løkin, segði Jákup á Borg við bolt.fo, at "vit eru bara menniskju - man hevur eina meining, til man broytir hana".

Síðst í august ljóðaði, at hann hevði fingið nokk. 

- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út.

Soleiðis segði Jákup á Borg við Frihedsbrevet.

Tá Portalurin tosaði við venjaran mikukvøldið, staðfesti hann, at ætlanin tá var at gevast eftir kappingarárið. Tó kendi Jákup á Borg seg ikki heilt rætt endurgivnan í greinini.

Nú lítur 45-ára gamli havnarmaðurin tó frameftir. Hóast sigurin í seinasta umfari og plássið í Betrideildini, so er hann avgjørt ikki nøgdur við kappingarárið.

- Eg eri absolutt ikki nøgdur við 2024 og haldi her liggur nakað óforloyst í hópinum. Nú fara vit til verka við hørðum arbeiði fram móti 2025.

[object Object]Jóhannus Danielsen stendur á odda fyri nýggju nevndini á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin spurdi Jákup, hví hann hevur broytt meining: 

- Eg haldi nógv av B68 og ikki minst leikarum í felagnum. Eg meti her býr meira ì okkum, enn man hevur víst. Hetta er eitt gott felag, ein góður felagskapur og ein góð nevnd kom til í síðsta mánaða.

Sí eisini: Fyrrverandi borgarstjóri nýggjur formaður í B68

Jákup á Borg ger greitt, at hann hevur havt gott samskifti við nýggju nevndina. Endaliga avgerðin varð tikin á fundi í gjárkvøldið, har partarnir vóru samdir um nógv og - mest umráðandi - um at halda fram.

Jákup hevði sáttmála til 2025, so har varð einki at skriva undir sum so. Men nú er endaliga greitt, at B68, sum endaði á 8. plássi við 21 stigum, ikki skal skifta høvuðsvenjara til næsta ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

48 Leygardagur 02. november 2024

Páll varð greiður toppskjútti

34-ára gamli klaksvíkingurin skoraði 23 mál í teimum 27 dystunum. Hetta er fyrstu ferð, at Páll Andrasson Klettskarð er einsamallur toppskjútti í Betrideildini

Páll Andrasson Klettskarð hevur víst støðufesti framman fyri málinum hjá mótsstøðuliðnum í ár, og fer 9'arin at fáa gylta skógvin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2012 rakk hann 22 málum. Hetta var sama tal sum Clayton Soares, men brasilianski ÍF-áleyparin fekk formliga heiðurin og harvið gullskógvin, tí KÍ-áleyparin hevði spælt flest minuttir.

Nú, tólv ár seinni, kom Páll Klettskarð aftur á 22 mál og við málinum í Fuglafirði á síðsta leikdegi uppum tað - hann hevði tó allarhelst rokkið tí í fjør, um ein skaði ikki rakti í juni.

Royndi málrevurin fer eisini at fáa gullskógvin í ár. 23 mál eru átta mál fleiri enn tann næstovasti á toppskjúttalistanum. Talan er um Petur Knudsen úr NSÍ. Hann skroraði fýra brotsspørk fleiri enn Páll, sum bara eigur eitt av sínum landskappingarmálum í 2024 úr ellivu metrum.

[object Object]
Páll Klettskarð hevur skorað í heili 16 ymiskum Betrideildardystum í hesum kappingarárinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Okkurt árið hevur Páll Andrasson Klettskarð verið meira avgerandi í stórum dystum, men KÍ hevur ikki havt eins gott ár sum undanfarin ár. 

Páll hevur tó megnað at sett persónligt met og nærum skorað eitt mál fyri hvønn Betrideildardyst, sum hann hevur spælt í ár. 

Nummar níggju hjá KÍ er nú 34-ára gamal. Í ár er hann komin upp um 200 mál í fremstu føroysku deildini - og upp á tíggju evropeisk mál. Samanlagt hevur framherjin skorað 205 mál í 352 Betrideildardystum. Bert Klæmint Andrasson Olsen hjá NSÍ hevur gjørt fleiri mál (239 mál í 46 fleiri dystum enn Páll)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2024

49 Leygardagur 02. november 2024

Ari vendir aftur til 07 Vestur

Felagið leigar U21-landsliðsmálverjan til næsta kappingarár. Sørvingurin Ari í Haraldsstovu Petersen hevur í ár fyri tað mesta spælt við 1. deild hjá KÍ

- Eftir at hava verið vekk í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at hava ein av okkara í málinum, skrivar 07 Vestur. Ari Petersen hevur bert spælt fimm Betrideildardystir fyri KÍ í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gjøgnumbrotið kom partvíst í 2022, men síðani veruliga í 2023. Ari í Haraldsstovu Petersen gjørdi vart við seg í málinum hjá 07 Vestur og á U21-landsliðnum.

Síðani skifti sørvingurin barndómsfelagið út við KÍ og gjørdi trý-ára sáttmála í Klaksvík.

Ari byrjaði eisini árið sum fyrsti málverji, men skjótt tók Mark F. Jensen yvir. Danin gjørdi fyri kortum nýggjan tvey-ára sáttmála við KÍ.

[object Object]
Tíðin sum fyrsti málverji í Klaksvík varð stutt hjá unga sørvinginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ari í Haraldsstovu Petersen við bjarging móti Portugal í U21-landsdystinum fyrr í mánaðinum. Hóast hann so at siga bert hevur spælt í 1. deild seinasta hálva árið, hevur Ari hildið plássinum sum fyrsti málverji á U21-landsliðnum (Savnsmynd: Andrei Antal)

Ari í Haraldsstovu Petersen hevur spælt seks dystir við besta liðnum hjá KÍ í 2024, men bert ein síðani mitt í apríl. Harvið varð tað nú upplagt, at hann varð leigaður út til 07 Vestur. 

Danin Sebastian John hevur vart málið hjá 07 Vestur í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

50 Leygardagur 02. november 2024

Norskur leikari úr 07 Vestur til KÍ

Filip Brattbakk spælir næsta kappingarár við KÍ

Filip Brattbakk her í dysti móti B68 fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ og nýggi venjarin í felagnum, Magnus Powell, hava skrivað undir við norskan leikara, sum í ár hevur spælt við 07 Vestur.

Talan er um 24 ára gamla Filip Brattbakk, og sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini.

- Við Filip fáa vit ein væl skúlaðan og skapandi framrættaðan leikara. Hann er fleksibul og kann spæla á øllum álopsplássum. Eg eri vísur í, at hann fær eina góða og mennandi tíð hjá okkum, sigur venjarin Magnus Powell við heimasíðuna hjá KÍ.

Filip Brattbakk sigur, at hann gleðir seg at byrja í KÍ og væntar eitt gott kappingarár.

- Eg havi tosað við Powell og mær dámar væl hansara ætlanir fyri komandi ár. Eg eri spentur og motiveraður at koma í gongd og gera mítt til, at KÍ verður í fremstu røð, sigur Filip Brattbakk.

Norðmaðurin leikti 27 dystir fyri 07 Vestur og skoraði sjey mál.

Hann verður at síggja í Djúpumýru tá venjingin byrjar í januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

51 Leygardagur 02. november 2024

Jákup Biskopstø Andreasen bindur seg til barndómsfelagið

Liðformaðurin hevur verið skaddur so at siga alt 2024, ivi hevur verið um framtíð hansara, men nú hevur 26-ára gamli miðvallarin longt sáttmálan við tveimum árum

Jákup B. Andreasen heldur fram sum liðformaður hjá barndómsfelagnum. Hann kann verða umráðandi í, at KÍ stendur seg betri í 2025 enn í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni kundi KÍ kunngera, at felagið hevur gjørt avtalu við liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen.

Jákup hevur so at siga ikki spælt í 2024 vegna skaða í fótinum, og KÍ hevur týðiliga saknað hann á ymsan hátt. Eftir evropeiska ævintýrið í fjør var ein ávísur áhugi fyri KÍ-liðformanninum uttan fyri landoddarnar. 

Tá valdi Jákup at halda fram. Sáttmálin stoð at ganga út nú, og sum skilst hava møguleikar framhaldandi verið hjá 26-ára gamla landsliðsmiðvallaranum at fara aðrastaðni at spæla.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen hevur ikki dult, at tað hevur verið á borðinum, at hann fór at royna okkurt annað - hetta var serliga seinasta vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í viðtalu við Norðlýsið í síðstu viku, legði Jákup Biskopstø Andreasen sjálvur mest upp til, at hann fór at halda fram í KÍ - hóast realitetssamráðingar ikki vóru tá.

Mikudagin varð so endaliga greitt, at KÍ og Jákup B. Andreasen hava longt samstarvið við tveimum árum.

- Tað hevur verið stórur saknur í Jákupi í ár, og vit í KÍ gleða okkum til, at hann aftur í 2025 verður at síggja á vøllinum saman við liðfeløgum sínum, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Jákup Biskopstø Andreasen hevur lyft FM-steypið fýra ferðir síðani 2019, vunnið Løgmanssteypið einaferð, leitt KÍ í evropeiskt bólkaspæl sum liðformaður, og hevur umboðað besta liðið hjá barndómsfelagnum yvir 250 ferðir í almennum dystum. Vinstrabeint miðvallarin hevur spælt 24 A-landsdystir.

Væntandi verður Jákup til reiðar at venja fult undir Magnus Powell og við liðfeløgunum í januar. Uppvenjingin eftir skurðviðgerina hevur gingist væl, sigur hann fyri Norðlýsinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

52 Leygardagur 02. november 2024

Jóannes heldur eisini fram í KÍ

Landsliðsbakkurin var eitt ivamál til 2025, men 27-ára klaksvíkingurin hevur nú skrivað undir tvey-ára sáttmála

Jóannes Kalsø Danielsen í evropeiskum dysti. KÍ heldur fast í sama høgra bakki og einum av sínum lokalu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Jákup Biskopstø Andreasen og nú Jóannes Kalsø Danielsen. 

Hesir fýra, sum allir hava verið lyklaspælarar hjá KÍ í fýra ár (Árni) ella nakað longur enn tað, stóðu uttan sáttmála til næsta ár fyri góðum mánaða síðani. Síðst í september vórðu Árni og Páll kunngjørdir dag um dag, og soleiðis er eisini nú við teimum meira verjukendu og nakað yngri, Jákupi og Jóannesi.

Eins og eitt-ára yngri liðfelagin, hevur Jóannes Kalsø Danielsen skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, sum er galdandi til og við 2026.

- KÍ er ein ótrúliga góður felagskapur við fantastiskum samanhaldi og so eri eg sannførdur um, at útlit og umstøður gera, at eg framhaldandi kann menna meg til ein enn betri fótbóltsspælara, sigur Jóannes við ki.fo.

Jóannes fekk fyrstu minuttirnar á besta mansliðnum 17 ára gamal í Gundadali í 2015. Eftir uppaling sum álopsleikari bleiv hann umskúlaður til høgra vongbakk og hevur síðan verið ein av støðugastu leikarunum á liðnum - í alt skrásettur fyri 193 dystir í meistardeildini, 41 UEFA-dystir og 15 A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

53 Leygardagur 02. november 2024

Patrik Johannesen aftur til KÍ

29-ára gamli tvøramaðurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið, sum áleyparin spældi fyri í 2019 og 2020

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Patrik Johannesen á veg aftur til føroyskan fótbólt. Nú er greitt, at KÍ hevur keypt 29-ára gamla tvøramannin leysan úr Breiðablik. Partarnir hava skrivað undir trý-ára sáttmála, skrivar ki.fo.

- Eg kenni á mær, at hetta er rætta løtan at koma heim aftur til Føroyar. Eg havi góð minnir úr Klaksvík. KÍ er tað størsta og besta felagið í landinum og tað vil eg verða ein partur av, sigur Patrik í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá KÍ.

Patrik hevur drúgvar royndir í føroyskum og útlenskum fótbólti. Eftir hann var í KÍ í 2019 og 2020, gekk leiðin til Egersund, síðan Keflavík og higani til meistarliðið, Breiðablik. 

Sáttmálin er galdandi í trý ár.

Patrik Johannesen var fastur maður í álopinum hjá KÍ í 2019, tá fyrsta FM-heiti felagsins í øldini kom í hús.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

54 Leygardagur 02. november 2024

Settu Litava til viks

Við hvør sínum máli syrgdu Ásla Johannesen og Heidi Sevdal fyri, at Føroyar vunnu 2-1 á Litava í dystinum um 3. plássi í Baltic Cup 2024

Heidi Sevdal og Ásla Johannesen stóðu fyri málunum, tá Føroyar sunnudagin vunnu 2-1 á Litava (Mynd: Brynhild Absalonsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á middegi sunnudagin lokala tíð í lettlendska høvuðsstaðnum Riga, sum var klokkan tíggju føroyska tíð, fór A-landsliðið við kvinnum á Skredela leikvøllin, har dysturin um 3. plássi í Baltic Cup 2024 var á skránni.

Og tá dómarin floytaði av, vóru tað okkara kvinnur, ið fóru við heiðursmerkjunum og steypinum, sum prógv upp á, at Føroyar gjørdust nummar trý í kappingini, meðan Litava endaði á fjórða plássi.

Úrslitið bleiv 2-1 til Føroyar. Ásla Johannesen skoraði til 1-0 tá 18 minuttir vóru farnir, og beint fyri hálvleiki legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 2-1, eftir at Litava javnaði tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

Í seinna hálvleiki royndu litavisku kvinnurnar at leggja trýst á, fyri at fáa útjavnandi málið, men føroyska verjan og málverjin, Gunnvá Lützen, ið spældi sína fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, stóðu væl, og sum heild var sigurin ongantíð í vanda.

Hinvegin var nærri við at føroyska liðið økti um leiðsluna tá fáir minuttir restaðu í. Fyrst brast bólturin á stongina, áðrenn ein litaviskur verjuspælari bjargaði á strikuni.

[object Object]Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 2-1 sigrinum á Litava (Mynd: Brynhild Absalonsen)

[object Object]Fyrsti A-landsdystur hjá Gunnvá Lützen, og sum heild stóð HB málverjin ein góðan dyst (Mynd: Brynhild Absalonsen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

55 Leygardagur 02. november 2024

Heidi Sevdal gjørdist søgulig sunnudagin

Sigursmálið móti Litava farna vikuskiftið ger, at Heidi nú hevur 28 A-landsliðsmál og harvið hevur metið

35-ára gamla Heidi Sevdal úr NSÍ er nú skrásett fyri 90 A-landsdystir og 28 mál fyri Føroyar (Savnsmynd: FSF/Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon tryggjaði Føroyum sigurin - og harvið bronsu í Baltic Cup - við sínum máli til 2-1 beint fyri steðgin sunnumorgunin. Samstundis setti Heidi Sevdal málmet á føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum, og er hon samstundis mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum yvirhøvur.

Í sínum landsdysti nummar 90 fór 35-ára gamla runavíkskvinnan fram við Rannvá Biskopstø Andreasen. Rannvá skoraði heili 27 landsliðsmál í 55 skrásettum A-landsdystum.  Harvið er miðaltalið hjá klaksvíkskvinnuni tað betri. 

Heidi Sevdal hevur tó gjørt bart í ár, við millum annað máli móti Montenegro eisini, og eigur nú metið við 28 málum.

Hetta var møguliga seinasti A-landsdystur hjá úrmælinginum, sum hevur spælt á A-landsliðnum í nærum 18 ár. Heidi Sevdal skoraði í ár 33 landskappingarmál fyri barndómsfelagið NSÍ, sum hon vann greipuna við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2024

56 Leygardagur 02. november 2024

Kvinnurnar skulu hava nýggjan venjara

Signe Pries Andersen og FSF eru komin ásamt um, at sáttmálin ikki verður longdur. Arbeiðið at finna nýggja loysn skal nú í gongd

– Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, sigur Signe Pries Andersen við fsf.fo (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Signe Pries Andersen tók við sum A-landsliðsvenjari í fjør, og hóast okkurt ljótt tap og vantandi stig í Nations League í fjør, hevur hon flutt Føroyar so mikið, at liðið fekk níggju stig í EM-undankappingini í ár.

Serliga var 2-1 sigurin á Montenegro á Tórsvølli í summar flottur. 

Sáttmálin millum FSF og Signe Pries Andersen stendur at enda um tveir mánaðir, og soleiðis verður tað.

- Eftir gott hálvtannað ár í sessinum, eru FSF og Signe Pries Andersen vorðin samd um, at sáttmálin, sum gongur út við árslok, ikki verður longdur.

Tekniski stjórin í FSF, Pætur Smith Clementsen, staðfestir, at hetta als ikki er vegna avrikið hjá Signe Pries Andersen: 

 – Vit hava verið væl nøgd við tað arbeiði, sum Signe Pries Andersen hevur lagt í uppgávuna at virka sum føroyskur landsliðsvenjari, umframt ymiskt annað, ið hon hevur staðið fyri. Men nú skiljast vit í sátt og semju, og vilja ynskja henni alt tað besta framyvir.

Sjálv sigur Signe soleiðis við fsf.fo: 

– Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

57 Leygardagur 02. november 2024

Hørður skal sita úti í umleið eitt hálvt ár

30-ára gamli landsliðsmiðverjin varð mánadagin skurðviðgjørdur í knænum

Hørður Askham fekk skaða í meniskin, tá hann var í landsliðsørindum í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er næstan ófatiligt, at enn ein langtíðarskaði hevur rakt okkara hóp. Hørður hevur, síðani hann kom til Roskilde, verið ein av grundarsteinunum í okkara verju, og hevur hann givið okkum góðsku og nógvar royndir. Tí eru vit hørm hansara vegna og kedd av, at skulu vera hann fyri uttan í longri tíð. Vit iðra okkum, og tað er úti av okkara hondum, at hann fær ein skaða undir landsliðsvenjing. 

Hetta sigur ítróttarstjórin í Roskilde, Anders Theil, í sambandi við, at Hørður Askham fyrst í vikuni varð skurðviðgjørdur í Keypmannahavn.

Liðið í næstbestu donsku deildini keypti seint í summar føroying leysan úr AB (Akademisk Boldklub), og gjørdist Hørður skjótt fastur maður. 

Nú fekk miðverjin so ein meniskskaða. Hetta var til landsliðsvenjing í Føroyum herfyri, har hann brádliga, uttan nøkur kontakt var, merkti okkurt í knæðnum - tí sama knænum har havnarmaðurin áður hevur slitið krossbandið.

Hørður Askham sigur sjálvur við síðuna hjá Roskilde, at hetta hevur verið ein hørð og frustrerandi tíð við nógvari óvissu. Hann iðrar seg sjálvandi um, at man ikki fær møguleika at hjálpa liðnum.

Fyri Portalinum váttar Hørður, at tað kann ganga eitt hálvt ár, til hann fær spælt aftur.

Læknarnir tóku av meidda meniskinum og seymaðu aftur. 

30-ára gamli Hørður Askham hevur spælt í donskum fótbólti síðani á sumri í fjør. Hørður Askham hevur spælt 17 A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

58 Leygardagur 02. november 2024

Elisabet fer nú eisini til AIK

Mikkjal Thomassen fær fyri triðju ferð 26-ára gomlu hoyvíkskvinnuna sum kropsligan venjara hjá sínum liði. Elisabet Vang skiftir úr Fredrikstad í næstu viku - svenska stórfelagið hevur keypt hana

Eliasbet Vang hevur í ár millum annað staðið fyri styrkisvenjing og kosti í Fredrikstad, har bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur spæla (Mynd: fredrikstadfk.no)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Árið í Fredrikstad hevur verið ógvuliga gott, og felagið fer altíð at hava eitt serstakt pláss í mínum hjarta. Hetta er mítt fyrsta felag uttan fyri heimlandi

Elisabet Vang sigur við fredrikstadfk.no, at tað kennist tvísinnað at fara úr Fredrikstad. Tað hevur verið "ein fantastisk uppliving", men 26-ára gamli føroyski fysisiki venjarin heldur, at skiftið til svenska stórfelagið er tað rætta fyri hennara yrkisleið.

Elisabet hevur í ár staðið fyri styrkisvenjing og kosti í FFK. Mikkjal Thomassen fekk hana til KÍ í 2021, har hon var við at lyfta yvirleggjaran væl hægri á kropsliga økinum, og eftir trý FM og annað skrivaði hon undir í Noregi.

AIK hevur keypt Elisabet Vang fyri ein óuplýstan prís. Sambært heimasíðuni hjá Fredrikstad skiftir hoyvíkskvinnan mánadagin 4. november.

Harvið verður hon við til endan av kappingarárinum hjá AIK, sum stríðist um evropeiskt pláss og ikki hjá Fredrikstad, ið hevur eina steypafinalu 7. desember.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

59 Leygardagur 02. november 2024

Patrik Johannesen er íslendskur meistari

Tvørmaðurin spældi ikki sunnukvøldið, tá Breiðablik vann greitt í íslendsku meistarafinaluni á Víkingi Reykjavík og Gunnar Vatnhamar. Patrik hevur tó 17 dystir í meistaraárinum

29-ára gamli føroyingurin fekk krossbandsskaða í fjør men hevur havt nakrar góðar løtur í 2024 - nú endar hann við gullheiðursmerki
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóskvøldið vann Víkingur Reykjavík 3-0 á Cercle Brügge í Conference League-dystinum á Kópavágsvøllinum, har Gunnar Vatnhamar skoraði. Hesin sigurin hevur tó helst kostað nakað, í mun til orku og hugsavnan, tí sunnukvøldið tapti Víkingur 3-0 á heimavølli í íslendsku "meistarafinaluni".

Breiðablik vann brakið á Víkingsvøllinum. Liðini vóru jøvn í stigum áðrenn brakið, men Víkingur hevði betri málúrttøku. Harvið skuldu gestirnir vinna, og teir komu eisini frammum stutt fyri stegðin.

Í 50. minutti varð 2-0. Síðani hevði Víkingur nakrar stórar málmøguleikar, men tað var útiliðið, sum átti seinsta orðið og fagnaðin í Reykjavík, har tað var stúgvandi fult av fólki. 3-0. Triðja meistaraheiti felagsins, og tað seinna í trý ár, kom í hús.

Patrik Johannesen sat á bonkinum allan dystin hjá Breiðablik. Hetta hevur hann gjørt fimm umfør á rað, men 29-ára gamli tvøramaðurin hevur tó spælt 17 av 27 dystum, skorað tvey mál og lagt upp til trý. 

Patrik, sum Breiðablik keypti leysan fyri tveimum árum síðani, hevði í fjør krossbandsskaða. Hann kann nú fegnast saman við millum annað Daniel Obbekjær. Danski miðverjin spældi í fjør við 07 Vestur - í ár hevur hann verið í Breiðablik.

Gunnar Vatnhamar harmast. 29-ára gamli leirvíkingurin og liðfelagarnir vunnu greipuna í fjør, men í ár hevur Víkingur tapt bæði steypafinaluna og "meistarafinaluna". Leirvíkingurin spældi allar 90 minuttirnar sunnudagin.

Liðið er tó framvegis í Conference League-deildarspælinum, har næsta uppgávan er 7. november móti Borac Banja Luka.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

60 Leygardagur 02. november 2024

Rodri kosin ársins fótbóltsspælari

Spanska felagið Real Madrid valdi at boykotta heiðurstiltakið í Paris í gjárkvøldið, tá tey frættu, at Vinicius ikki fór at vinna

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Spanski fótbóltsspælarin, Rodri, kann nú kalla seg heimsins besta fótbóltsspælara.

Mánakvøldið fekk hann tignarliga Ballon d’Or heiðurin, sum evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, letur í samstarvi við franska fótbóltsblaðið, France Football. Handanin fór fram í franska høvuðsstaðnum, Paris.

[object Object]
Rodri við EM-steypinum í summar (Savnsmynd: EPA)

28 ára gamli Rodri, sum spælir við enska felagnum, Manchester City, var í summar ein av avgerandi leikarunum, tá spanska landsliðið vann evropameistaraheitið, og í vár gjørdist hann eisini enskur meistari við Manchester City.

Rodri varð kosin í kapping við 29 aðrar tilnevndar leikarar. Hetta var fyrstu ferð síðan 2003, at hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo vóru millum teir tilnevndu. Í fjør fekk Messi heiðurin fyri áttandu ferð.

Tað er ein dómsnevnd samansett av journalistum úr teimum 100 bestu londunum á heimsstyrkilistanum, sum hava kosið Rodrið til besta leikara í fórbóltsárinum 2023/24.

Rodri vann heiðurin framman fyri tríggjar finalistar, Vinicius, Jude Bellingham og Dani Carvajal, sum allir spæla fyri spanska stórfelagið, Real Madrid.

Spanska felagið var ikki til staðar til handanina í gjárkvøldið. Orsøkin sigst vera, at felagið hevði fingið frænir av, at Vinicius Junior ikki fór at verða valdur, og tí valdi at boykotta tiltakið, skrivar dr.dk.

[object Object]
Aitana Bonmati (Mynd: EPA)

Aitana Bonmati annað árið á rað

Ársins besti kvinnuligu fótbóltsleikari er eisini ein kvinna. Annað árið á rað kann Aitana Bonmati kalla seg ársins besta fótbóltsleikara hjá kvinnunum.

Bonmati spælir við FC Barcelona, sum bæði vann spanska meistaraheitið og Champions League í farna kappingarári. Í Champions League varð gjørdist hon eisini toppskjútti, og varð eisini kosin besti spælari í finaaluni.

Barcelona-spælari hevur nú vunnið Ballon d’Or fýra ár á rað. Í 2021 og 2022 var tað Alexia Putellas, ið fekk heiðurin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

61 Leygardagur 02. november 2024

Ruben Amorim verður nýggjur venjari hjá Manchester United

Hetta skriva bretskir miðlar og fleiri aðrir stórir ítróttarmiðlar. 39-ára gamli Sporting-venjarin verður mettur sum mest evnaríki venjarin úr Portugal síðani Jose Mourinho og kemur til Manchester seinna helming av november

Ruben Amorim hevur síðani mars 2020 stjórnað Sporting CP í Lissabon væl. Nú bíðar ein væl størri uppgáva (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin segði Manchester United, eftir nógvar gitingar og nógv trýst, niðurlendingin Erik ten Hag úr starvi. Síðani gekk skjótt.

Skjótt vóru álítandi søgur frammi um, at Rúben Amorim var greitt fyrsta val hjá nýggju ítróttarligu leiðsluni í Manchester United. 

Hetta hevur fylt heilt nógv í fótbóltsheiminum hesa vikuna, og mikudagin varð tað so endaliga váttað.

Sky Sports, Fabrizio Romano og onnur skriva, at Manchester United skal gjalda beint yvir 75 milliónir krónur (10 milliónir evrur ella líka yvir tað) fyri 39-ára gamla portugisan og fimm av hansara núverandi Sporting-toymi.

[object Object]
Ruben Amorim fer eftir øllum at døma at takka Sporting áskoðarunum fyri tíðina skjótt (Mynd: EPA)

Ruben Amorim var høgt á listanum hjá Liverpool, tá avloysarin hjá Jürgen Klopp skuldi finnast. Hann verður mettur at vera  mest evnaríki venjarin úr Portugal síðani Jose Mourinho. Hann kom eisini til Onglands um 40-ára aldur.

Stutt eftir at hann steðgaði sum spælari í 2017, fekk Amorim starvið hjá Braga. Í 2020 tók hann við Sporting CP og hevur síðani leitt høvuðsstaðarfelagið til tvey meistaraheitið - Sporting er eisini nummar eitt í Portugal løtuni og í Champions League-bólkaspækinum. Venjarin eigur eisini trý steypagull í heimlandinum.

Skjótt skal Amorim royna at fáa Manchester United á beint aftur. Eftir níggju umfør liggur stórfelagið nummar 14 í Premier League og hevur ikki vunnið nakran av teimum trimum Europea League-dystunum. Hann verður sætti fastsetti venjarin hjá United eftir Sir Alex Ferguson - eingin hevur megnað at lyft arvin eftir hann.

Nakrir fyribils venjarar hava eisini verið síðani. Tann seinasti er fyrrverandi áleypari felagsins, Ruud van Nistelrooy, sum í gjárkvøldið vann 5-2 á Leicester í Carabao Cup. van Nistelrooy fer helst úr felagnum, tá Amorim vantandi kemur um eini tríggjar vikur. Til tá stendur niðurlendingurin við róðrið á Old Trafford.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

62 Leygardagur 02. november 2024

Jana: - EM gevur eyka blóð upp á tonnina

- Man hugsar nógv um tað í gerandisdegnum, sigur 20-ára gamla hoyvíkskvinnan. Jana Mittún hevur fingið størri álit í Viborg hetta kappingarárið, og tað er umráðandi

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Størri ábyrgd og fleiri minuttir í álopi og verju eru nakað, sum ungi bakspælarin hevur fingið í Viborg síðani summarsteðgin. Jana Mittún millum annað liggur høgt á listanum yvir upplegg í bestu donsku deildini.

- Eg havi fingið ein størri leiklut enn í fjør, og tað er nakað, sum eg eri ordiliga glað fyri (...) Tað er eisini nakað, sum er deiligt, í mun til at vit skulu til EM: At eg fái spælt so nógv sum gjørligt í álopi og verju í Viborg.

20-ára gamli bakspælarin er ein profilur á føroyska liðnum. Hon segði eisini við Portalin í Hoyvík herfyri, at EM-endaspæli fyllur nógv fyri tíðina.

- Tað gevur eitt sindur eyka blóð uppá tonnina, í mun til at allar vilja fáa nógva spælitíð í felagnum og vera heilt klárar til dystirnar í november-desember.

Føroyska kvinnurlandsliðið savnast aftur 18. november, og fer tá undir seinstu fyrireikingarnar til endaspælið í Sveis. Fyrsti dysturin har verður móti vertunum, fríggjadagin 29. november - tað er liðið, sum Føroyar meta seg hava størst møguleika ímóti.

Jana Mittún verður á listanum yvir tær 16-18, sum í næstu viku verða úttiknar.

Sí videosamrøðu við Janu Mittún her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

63 Leygardagur 02. november 2024

Janus avloysir Leiv

Útskifting á vinstra vongi í hópinum til fyrstu EM-undankappingardystirnar, sum verða 6. og 10. november. Leivur Mortensen er skaddur, og FIF-liðfelagin Janus Dam Djurhuus avloysir hann

22-ára gamli Janus Dam Djurhuus hevur tveir a-landsdystir á baki og er partur av 2002-árganginum, sum spældi eina rúgvu av góðum undgómslandsdystum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein útskifting er í manslandsliðshópinum, sum skal møta Kosovo og Ukraina í næstu viku. Janus Dam Djurhuus er kallaður inn fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá.

Hoyvíkingarnir eru til dagliga liðfelagir í FIF í næstbestu donsku deildini. Leivur spældi ógvuliga væl í HM-play off dystunum í mai, og hevur verið fyrsta val á vonginum í teimum flestu av seinastu landsdystunum.

[object Object]
Leivur Mortensen var ógvuliga tryggur í dystunum móti Norðurmakedonia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli Janus Dam Djurhuus hevur tveir a-landsdystir á baki. Hann var við í júst HM-undankappingardystunum móti Norðurmakedonia í vár. Janus er partur av 2002-árganginum, sum vann European Open (U17), European Championship (U19) og var við til U20 EM-endaspæl og U21-endaspæl.

Føroyski hópurin til fyrstu dystirnir í EM-undankappingini telur sostatt hesar 18 leikarar.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. november klokkan 19, og Ukraina á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. november klokkan
13.

Portalurin verður á staðnum til báðar dystirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2024

64 Leygardagur 02. november 2024

Bronsan glapp Føroyum av hendi

Føroysku U19 menninir vunnu fyrsta settið í bronsudystinum móti Onglandi, men tepurt vunnu onglendingar næstu trý settini

(Mynd: FBF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NEVZA U19, menn:
Føroyar – Ongland 1-3 (25-19, 23-25, 25-27, 24-26)

Tað sá so lovandi út, tá Føroyar høvdu vunnið fyrsta settið í bronsudystinum ímóti Onglandi í NEVZA flogbóltskappingini fyri U21 landslið, men endaði við vónbroti, tá Ongland tepurt hevði vunnið tey næstu trý settini.

Í fyrsta setti komu stigini hjá báðum liðum í stimum, har Føroyar løgdu seg á odda 11-5 og 18-11, men í báðum førum svaraði Ongland aftur og minkaði um munin til 11-12 og 19-20 (til Føroyar). Síðsta stiman áttu Føroyar tó, sum við fimm bóltum á rað vunnu 25-20.

Í øðrum setti var Ongland leingi á odda, viðhvørt við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 15-15 og fóru framum 23-20. Snópisligt var tá at síggja Ongland vinna næstu fimm bóltarnar og settið 25-20.

Føroyar fótaðu sær tó aftur, og støðan sá góð út, tá talvan segði 17-11 til Føroyar. Men eingilskmenninir  vóru treystir og bardu seg framum 21-20. Føroyar tóku tó leiðsluna aftur og førdu 23-21, men Ongland javnaði enn einaferð. Føroyar fingu eisini tveir settbóltar, men Ongland hóraði undan og vann ístaðin 27-25.

Fjórða sett var ógvuliga javnt, og liðini skiftust um at vera á odda; sjáldan við meira enn einum stigi.  Soleiðis gjørdist støðan 20-20, 21-21, 22-22, 23-23 og 24-24, áðrenn Ongland vann neyðugu tvey stigini og settið 26-24 – og harvið eisini bronsuna.

Føroyar endaðu tí á fjórða plássi í kappingini, og Ísland gjørdist nummar fimm.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

65 Leygardagur 02. november 2024

U19 menninir spæla um bronsuna

Taptu leygarkvøldið dystin um finaluplássið í NEVZA U19 kappingini á Hálsi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NEVZA U19, menn:
Føroyar - Danmark 0-3 (21-25, 24-26, 15-25)

Leygarkvøldið spældu Føroyar ímóti Danmark um plássið í finaluni í NEVZA-flogbóltskappingini fyri U19 landslið við monnum.

Treytirnar hjá Føroyum vóru beinharðar, tí alt annað enn ein 3-0 sigur merkti, at Danmark tók finaluplássið. Tá til stykkis kom, taptu Føroyar 3-0, men Danmark var noytt til veruliga at kýta seg fyri at vinna dystin.

Leingi livdi vónin um stóra úrslitið í fyrsta setti, har Føroyar løgdu seg á odda 15-14, og vóru bara eitt stig aftanfyri við støðuna 19-20, tá ið Danmark sleit seg leyst við fýra stigum á rað, og síðani vann settið 25-21.

Harvið var finaluplássið gloppið Føroyum av hendi, men ikki høvdu Føroyar givið skarvin yvir at vinna dystin. Danmark legði seg á odda við fýra stigum í øðrum setti, 16-12 og 18-14, men Føroyar bardu seg upp á javnleik 20-20 og fóru eisini framum 22-21 og 24-23. Danir hóraðu tó undan settbóltinum og vunnu ístaðin 26-24.

Føroyar fylgdu eisini leingi við í triðja setti, men eftir javnleik 10-10 vann Danmark fýra stig á rað, og hetta tóktist vera mønustingurin, og við seks stigum upp í slag fór Danmark frá 19-15 upp á 25-15 og vann harvið dystin 3-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

66 Leygardagur 02. november 2024

Føroyar taptu fyri Íslandi í fjórðingsfinaluni

Tað eydnaðist ikki føroyska U19 kvinnulandsliðnum í flogbólti at spæla seg í hálvfinaluna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U19 NEVZA, kvinnur:
Føroyar - Ísland 0-3 (12-25, 18-25, 16-25)

Tað eydnaðist ikki føroyska U19 kvinnulandsliðnum í flogbólti leygardagin at spæla seg í hálvfinaluna í NEVZA-kappingini í Havn; til tað var íslendska liðið alt ov sterkt.

Ísland legði fyri sum eitt óløgi og fór framum 8-2 og 17-8, áðrenn settið var vunnið 25-12.

Fyrsta løtan í øðrum setti var tann frægasta hjá Føroyum, sum vóru á odda 12-11, áðrenn Ísland dró frá og vann 25-18.

Triðja settið minti um tað fyrsta, og Ísland legði seg á odda 7-2, og so var spurningurin meira um hvussu stórur, munurin skuldi verða; hann varð upp á 9: 25-16.

Tapið merkir, at Føroyar skuldu spæla um 5. plássið í kappingini ímóti Onglandi, sum tapti sína fjórðingsfinalu 0-3 (20-25, 24-26, 17-25) ímóti Noregi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2024

67 Leygardagur 02. november 2024

Til altjóða badmintonkapping á Kypros um vikuskiftið

Annað árið á rað luttekur føroyska badmintonlandsliðið til smálandakapping

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør luttók føroyska badmintonlandsliðið á fyrsta sinni í altjóða kappingini Small States of Europe, har Malta var vertur. Hetta vikuskiftið verður smálandakappingin fyri aðru ferð, har Føroyar aftur luttaka.

Badmintonssambdanið skrivar, at kappingin framyvir verður annaðhvørt ár. Sostatt kunnu Føroyar framyvir luttaka á oyggjaleikum í ómakaðum árum og Small States kapping í makaðum árum.

Í heystferiuni vandi landsliðið saman í Badmintonhøllini í Havn. Tilsamans fara 10 leikarar við Fai Yin Wong, landsliðsvenjara, til Kypros.

Kvinnurnar á landsliðnum eru Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF), Lena Maria Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum (HBF/KBK í DK), umframt Sanna og Mia Thorkildshøj, sum vóru til kapping uttanlands og tískil vanta á felagsmyndini.

Mannligu leikararnir eru Jónas Djurhuus (HBF/KBK), Rúni Øster (HBF/KBK), Árant á Mýrini (MBF/ABC Aalborg), Magnus Dal Christiansen (HBF/Drive Frederiksberg) og Christian Berg Petersen (HBF).

[object Object]
Mynd: Badmintonssamband Føroya

Í venjingini luttóku eisini aðrir leikarar í bruttohópinum, sum eisini eru við á  felagsmyndini omanfyri.

Tey 9 luttakandi londini í Small States of Europe eru: Kypros, FøroyarGibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monaco og Liktinstein.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2024

68 Leygardagur 02. november 2024

Talv: Trongt í toppinum

Fleiri av bestu telvarunum hjá Havnini og Sandavági hava ikki verið tøkir til tey bæði fyrstu umførini. Hetta hevur givið klaksvíkingum gylt høvi til at leggja seg út í kappingina

 
SkrivaÐ:

Innsent

Stutt er millum havnarmenn, vágamenn og klaksvíkingar eftir fyrstu tvey umførini í landskappingini í talvi. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý oddaliðini.

Dystirnir í øðrum umfari vóru sunnudagin.

Toppliðini hava verið eitt sindur skerd higartil. Á havnarliðnum sæst einki til Helga Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg, og sunnudagin vóru hvørki Carl Eli Samuelsen ella Sjúrður Thorsteinsson  við. Hjá Sandavági er saknur í Rógva Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania.

Hesin gjósturin hevur givið klaksvíkingum eitt gylt høvi til at leggja seg út í kappingina við hini bæði sigursvandu feløgini.

Kollfirðingar, sum eru nýggir í 1 deild, hava bitið frá sær. Unglingin á fjórða borði, Markus Jacobsen, hevur tikið øll á bóli. Í fyrsta umfari vann hann á Torkil Nielsen, nú syfti hann eisini Terja Petersen.  

1 deild (2. umfar)

Sandavágur - Havnin (B)  3½-½

Høgni Egilstoft Nielsen - Margar Berg 1-0
Silas Eyðsteinsson - Suni Merkistein ½-½
Jón í Horni Nielsen - Óli Joensen 1-0
Torkil Nielsen - Poul Poulsen 1-0

Klaksvík (B) - Havnin (A) 1½-

Finnbjørn Vang - Luitjen Akselsson Apol 0-1
Wille Olsen - Herluf Hansen ½-½
Ingolf Gaard - Elias Petersen ½-½
Janus Skaale - Heiðrikur Jacobsen ½-½

Kollafjørður - Klaksvík (A) 1½-

Árant Djurhuus - Ólavur Simonsen ½-½
Rógvi Mørkøre - Rani Baldursson 0-1
Karl M. Dahl - Heðin Gregersen 0-1
Markus Jacobsen - Terji Petersen 1-0

Støðan 1 deild

Havnin (A) 6½ stig
Sandavágur 6½
Klaksvík (A) 6 
Kollafjørður 2½
Klaksvík (B) 2
Havnin (B) ½

Telvað verður aftur 10. november tá triðja umfar er á skránni. Í 1. deild verður tá telvað soleiðis:

Klaksvík (A) – Sandavágur
Havnin (A) – Kollafjørður
Havnin (B) - Klaksvík (B).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2024

69 Leygardagur 02. november 2024

Føroyameistararnir hava fingið fyrsta styrkin

Framrættaði miðvallarin, Ragnar Skála, skiftir frá niðurflytaranum Skála til FM-vinnaran Víking. 24-ára gamli argjamaðurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála í Vìkingi

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, saman við Ragnari Skála (Mynd: Víkingur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fimti spælarin útifrá uppá fimm ár hjá Víkingi verður Ragnar Skála - tann fjórði sum er komin beinleiðis úr Skála Ítróttarfelag. Hinir eru Ari Olsen, Poul Kallsberg og Jákup Johansen.

Glyvramaðurin Jørgen Nielsen kom úr B68 seinasta vetur.

Ragnar Skála er annars argjamaður, og hevði bert umboðað AB, til hann farna vetur skifti til Skála ÍF.

Harvið hevur orkuríki miðvallarin tvey ár á rað roynt at flutt niður úr Betrideildini. Næsta ár skal hann spæla fyri verandi føroyameistaran.

Víkingur boðaði fríggjadagin frá, at Ragnar Skála hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.

- Vit síggja Ragnar sum ein spennandi, arbeiðssaman leikara, sum kann røkja fleiri pláss á liðnum, skrivar Víkingur.

Ragnar er 24-ára gamal. Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 81 dystir og skorað seks mál í Betrideildini. Argjamaðurin hevur spælt seks U21-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2024

70 Leygardagur 02. november 2024

Fýra heiðrað fyri mentanaravrik

Hósdagin vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Müllers Pakkhúsi

Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdaginvórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Müllers Pakkhúsi.

Virðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar hesum: 

• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 varð latin Andrasi Mortensen fyri bókina "Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld".

• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina "Svørt Orkidé".

• Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2024 varð latin Dagmar Joensen-Næs.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elini Michelsen fyri tríverkið "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ".

Grundgevingarnar hjá nevndunum vóru hesar:

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina "Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld".

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar.

Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina "Svørt orkidé".

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Í bókini "Svørt orkidé" lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð.

"Svørt orkidé" er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av. Við "Svørt orkidé" fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er "Svørt orkidé" ein sjálvstøðug eind. Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp. Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar. Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu. Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.

Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar. Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu. Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 verður latin Elini Michelsen fyri tríverkið  "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ"

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Langt er ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum. Fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður. Umhvørvið er heimligt: Søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar. Huldufólkini, sum búleikaðust í Føroyum, til elektrisitetið so smátt tók lívið av teimum, hava fingið uppreisn. Vit høvdu næstan gloymt tey, men nú eru tey komin aftur, spilllivandi í søguni um Tóru. Elin lýsir Tóru og hennara umhvørvi við føroyskum fyribrigdum. Hvør føroyingur hevur ikki droymt um at fáa tamarhald á veðri og vindi eins og tey, ið hava lillalittu gávuna?

Tríverkið hevur alt tað, ið góðar søgur skulu hava. Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst. Tað nýggja í heiminum hjá Tóru er strembanin eftir gávunum at fáa tamarhald á kenslum, náttúru og viti. Hesi eru umboðað í  litum, og so hvørt hennara gávur búnast, mennast hennara tilvit og sjálvsvirðing. Ein skuldi trúð, at tað var fløkjasligt at finna træðrirnar aftur frá Rimarúminum í Vanvarða og savna teir aftur í Feigdarfræ, men hetta megnar høvundurin, og spenningurin er støðugur verkið ígjøgnum. Bøkurnar, ið eru ætlaðar størri børnum og ungum, eru skrivaðar á løttum og góðum gerandismáli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2024

71 Leygardagur 02. november 2024

Doyði av fallinum

Ein ungur maður doyði fríggjanáttina av fallinum tá hann datt 20 metrar við Kúrberg í Hoyvík. Óvist er, hvat er hent

Kúrberg (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein syrgilig hending fór fram í Hoyvík fríggjanáttina. Ein ungur maður varð funnin og staðfestur deyður undir Kúrbergi.

Málið verður kannað og óvist er, hvat er hent.

Leitað varð eftir 19 ára gamla manninum og løgreglan kom upp í leikin. Við Kúrberg funnu tey bil hansara, og seinni varð ungi maðurin funnin í fjøruni har. Fallið hevur verið einar 20 metrar.

Maðurin varð staðfestur deyður av fallinum.

Líksýn skuldi vera fríggjadagin, upplýsir løgreglan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2024