Leygardagur 11. Jan 2025 | Nr. 2 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 35
SíÐa 13
SíÐa 45
SíÐa 46
SíÐa 43
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Ríkisfelagsskapurin hevur knappliga rent seg í avbjóðingar í kjalarvørrinum av ársskiftinum. Men tað er ikki ársskiftið, men heldur komandi forsetaskiftið í USA, sum er upprunin til skjálvtarnar í ríkisfelagsskapinum hesa vikuna.
Komandi amerikanski forsetin hevur aftur luftað tankar sínar um at USA átti at yvirtikið Grønland. Og ikki bara tað. Kanada og Panamaveitin eru eisini landaøkir, sum hann heldur høvdu ligið betur undir amerikanskum yvirræði.
Tá so sonurin vitjaði grønlendska høvuðsstaðin í privatflogfarinum hjá pápanum og einum filmsliði at elta seg, so var alt á gosi. Serliga í miðlunum. Hóast frumborni sonur komandi forsetans, ið eisini ber navn hansara, higartil meira ella minni hevur verið mettur sum ein skrólandi selskøltur, so var lagdur stórur týdningur í hansara vitjan. Nógv størri týdning enn hann hevur uppiborið.
Tað var týðuligt, at hetta var ein happening, ein sjarmuferð, sum pápin onkursvegna hevði pallsett, tí hann gagnnýtti vitjanina fult út á sín egna sermerkta hátt. Og tá talan er um komandi forseta í heimsins valdsmiklastu tjóð, so ber ikki til ikki at taka tað í álvara.
At forsetin, ið koma skal, so eisini brúkti høvið til beinleiðis at hótta Danmark, nærmasta sameinda hjá USA í Evropa, bæði hernaðarliga og fíggjarliga, er púra óhoyrt, og prógvar bara enn einaferð, at maðurin ikki tykist vera uppgávuna vaksin.
Hinvegin er hetta eitt dygt spark í afturpartin á donsku stjórnini, ið nú stendur sum flongdur hundur. Tí Trump hevur víst á, at danir, hóast stór og formanandi orð frá forsætisráðkvinnuni á nýggjárinum, hevur svikið sínar hernaðarstrategisku skyldur mótvegis Grønlandi og kanska eisini sínum Nato-sameindu.
Russiska hervaldið er aftur vorðið ein hóttan móti amerikanarum, og her duga amerikanarar at síggja, at stóra danska fyrrverandi hjálandið ytst á norðuramerikanska meginlandinum helst er veikasta punktið í verjuni av Norðuramerika.
Hartil er tað so gott sum givið, at tað helst liggja ovurstórar mongdir av áhugaverdum og virðismiklum málmi og mineralum í grønlendsku undirgrundini, og USA hevur als ongar trupulleikar at yvirbjóða árligu donsku ríkisveitingini, um áhugi er at lokka grønlendingar við dollarum.
Vónandi lata grønlendingar seg ikki tøla av lokkandi amerikanskari yvirbjóðing, tí ilt er at ímynda sær, at tey gerast lukkuligari av at vera eitt amerikansk territorium eftir somu skipan sum eitt nú Puerto Rico, enn at vera eitt sjálvstýri innan danska ríkið har møguleikin er opin at átaka sær meira og meira sjálvræði alt eftir nær viljin, árræðið og førleikin er til staðar.
Føroyar áttu at verið ein góð fyrimynd í somáta.
Og so skal lyftið frá skiftandi donskum stjórnum og stjórnarleiðarum heldur ikki gloymast. Um at vit – t.e. føroyingar og grønlendingar – til eina og hvørja tíð kunnu taka loysing, um tað er tað, vit vilja. Tað er meira vert enn at lata seg selja til hægstbjóðandi.
Tí eitt slíkt lyfti fæst neyvan frá amerikanska forsetanum, tá hann einaferð hevur fingið valdið yvir Grønlandi.
Sonevnda grein 6 nevndin skal taka støðu til um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum
Nú fer sokallaða grein 6 nevndin, sum skal taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO, til verka.
Hetta hendir, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, statsministari, í sambandi við ríkisfundin í Keypmannahavn í gjár, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægsta Rætt um formliga at seta nevndina.
Nevndin skal taka støðu til henda stutta spurningin:
Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?
Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski statsministarin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sbrt. heimastýrislógini § 6. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.
Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan grein 6 nevndin ongantíð áður verið sett. Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta Rætt, sum í dag er undirskrivað.
Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
Nýggja samgongan við Elsu Berg á odda vil heldur brúka pengarnar upp á trivna og vælferð enn upp á stórar byggiverkætlanir hetta valskeiðið
Tað tyktist sum tey sóu ljóst upp á framtíðina, tey nógvu fólkini í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum vóru møtt til fundin á Reinsarínum í Tórsgøtu seinnapartin týsdagin, har býráðsmeirilutin legði fram samstarvsætlanina fyri fýra ára skeiðið, ið júst er byrjað.
‘Ein rúmlig kommuna’ er heitið fyri skeiðið vit júst eru farin inn í.
Og tað var eisini ein ungur borgarstjóri sum oysti av sær av bjørtum ætlanum og framstigum, sum borgararnir fara at merkja í komandi árum.
Eftir at heilt stórar verkætlanir, sum havn, langhylur og innkomuvegur, eru ella eru um at vera komin undir land, skal ikki roknast við teimum heilt stóru verkætlanunum í hesum valskeiði.
Nú er tað trivnaðurin og vælferðin hjá borgarunum, sum sambært Elsu Berg, borgarstjóra, standa ovast á breddanum.
Skúli og røktarheim
Nú vit nevndu íløgurnar, so verður okkurt tó bygt í kommununi í hesum valskeiðinum, treyðugt so. Farið verður nú ígongd við at projektera ein nýggjan Hoyvíkar skúla. Verandi Hoyvíkar skúli er niðurslitin, og treingir til eina umfatandi dagføring.
Eisini eru ætlanir at byggja eitt nýtt røktarheim við røktarheimsíbúðum – nakað heilt nýtt í eldrarøktini. Hesin stovnur skal eisini liggja í Hoyvík. Eisini skal ein eldradepil fyrireikast í Kollafirði og á Argjum.
Guttormur í Skála og Heðin Mortensen
Livandi lestrarbýur
Samgonguskjalið, sum sæst her, inniheldur eina røð av átøkum.
Eitt fokusøki hjá nýggju samgonguni er býlisviðurskiftini í høvuðsstaðnum, har ætlanin er at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag beinanvegin, sum skal standa fyri at byggja íbúðir av ymsum slag til fólk í býnum. Eisini eru ætlanir at óbrúktir húsafermetrar skulu kunna brúkast til at hýsa fleiri fólkum, stendur at lesa í skjalinum.
Meirilutin ynskir eisini at Havnin skal verða ein livandi lestrarbýur. Tað skal vera lokkandi at lesa í Havn, so landið harvið í størri mun kann halda upp á ungdómin, ið vil nema sær eina útbúgving.
Útjaðarin skal við
Fólkini, sum umboða útjaðarabygdirnar í kommuni, hava eisini fingið síni fingramerki í samgonguskjalið, tí nú verður lovað, at fleiri íløgur skulu gerast í bygdunum. Eisini lovar meirilutin, at fólkið í bygdunum og oyggjunum skulu hava ‘atgongd til góðar tænastur’.
Fleiri útstykkingar skulu gerast í bygdunum, so tær verða 'kappingarførar við líknandi bygdir', og buss- og ferjusamband skal vera 'hóskandi'.
'Tórsgøta' sum skipar fyri mentanartiltøkum í býnum fær nú eisini álagt at skipa fyri tiltøkum úti í bygdunum.
Bergur Robert Dam Jensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk,...
... Anja Weyhe og Kristianna Winther Poulsen
Fleiri starvsfólk og matarskipan
Á dagstovnaøkinum skal tað gerast meira mennandi og spennandi, og hetta skal gerast við hægri játtan og starvsfólkum á dagstovnaøkinum.
Samgongan hevur eisini sett sær fyri at arbeiða fyri, at ein matarskipan, bæði fyri dagstovnar og skúlarnar.
Grønar ambisjónir
Á náttúru og umhvørvisøkinum fer kommunan nú – ikki óvæntað – at seta høg mál og hevur sett seg fyri at ganga á odda. Kommunan skal 'vera virkin leikari í grøna orkuskiftinum og hava náttúru- og umhvørvisfyrilit í øllum lutum'. Tí 'tað skal vera ómakaleyst hjá fólki og vinnu at velja grønar loysnir'.
Tí skulu borgarar í høvuðsstaðnum brynja seg til at skilja rusk í størri mun í ramtíðini. Ein skiljihøll skal byggjast, og skiljistøðir setast upp runt um í kommununi.
Bussleiðin skal eisini útbyggjast, fleiri túrar skulu vera um kvøldið. Bussarnir verða lagdir um til ravmagn, og fólk við el-bilum skulu hava góðar møguleikar at løða sínar bilar í nærumhvørvinum.
Elsa Berg, sum jú í fleiri ár hevur verið forsprákari fyri náttúruni, og hennara samgongufelagar hava eisini sett sær fyri at verja náttúruna og lívmargfeldið í størri mun, tá verkætlanir verða settar í verk. Ítøkiliga er eisini ætlanin at berja niður innræsin plantusløg, seta í verk átøk at týna rottu, skipa náttúrufriðað øki, stuðla og menna grønar loysnir umframt at skipa fyri árligu umhvørvisvikuni.
Tjóðleikhúsið í óvissuni
Á mentanarøkinum eru eisini fleiri ætlanir um at stimbra og stuðla skapandi list. Ítøkiliga verður býarsavn innrættað í Gamla Hospitali í Álakeri, heimið hjá heiðursborgaranum, Williami Heinesen undir Varða skal latast upp fyri almenninginum sum eitt spennandi savn og musikkskúlin skal umvælast.
Og so er tað Tjóðleikhúsið, hvørs staðseting á Bursatanga varð vrakað á seinasta býráðsfundi hjá undanfarna býráði.
Samgongan hevur sett sær fyri at finna eina staðseting sum skjótast, tí tjóðleikhúsið skal sjálvandi vera í høvuðsstaðnum. Men Elsa Berg vil enn einki siga um, hvar tað verður. Málið skal kannast gjølla fyrst. Hon vil heldur ikki avvísa møguleikanum fyri, at staðsetingin kortini verður á Bursatanga. Tað fáa vit at síggja, sigur borarstjórin.
Les eisini: Ein rúmlig kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Eftir býráðsfundin var samstarvsavtalan 2025-2028 hjá býráðsmeirilutanum formliga undirskrivað
Hósdagin høvdu nýggju býráðslimirnir í Havn fyrsta býráðsfund í nýggja árinum og í hesi setuni.
Talan var um eyka býráðsfund, og á skrá var val av limum og tiltakslimum til føstu nevndirnar, eins og av limum til aðrar nevndir.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Á skrá var eisini broytingar í vinnunevndini. Vinnunevndin hevur higartil verið undirnevnd hjá fíggjarnevndini, og við 11 atkvøðum fyri og tveimum ímóti samtykti býráðið við fyrstu viðgerð at umskipa vinnunevndina til fasta nevnd á jøvnum føti við hinar føstu nevndirnar undir býráðnum.
Sostatt verður talið av føstum nevndum níggju.
Eftir býráðsfundin var samstarvsavtalan 2025-2028 hjá býráðsmeirilutanum formliga undirskrivað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
Kanjon setur spakan í á Argjum 5. mars. Sáttmáli er undirskrivaður, og tí bendir á, at Elsa Berg er ov sein á sjóvarfallinum
Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, er eftir øllum at døma ov sein á sjóvarfallinum.
Kikrjuráðið á Argjum skrivaði stutt fyri jól undir sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna, sum skal vera við Sandá, upplýsir Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, fyri útvarpinum.
Tá býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu legði samstarvsavtaluna fram í Reinsarínum týsdagin, segði Elsa Berg seg fara at tosa við kirkjuráðið um aðra staðseting.
Men hetta er heldur seint. Byggingin verður sett í gongd um fáar vikur.
Kanjon átti lægsta boðið at byggja kirkjuna fyri 61,2 milliónir krónur.
Tað tekur tvey ár at byggja nýggju kirkjuna á Argjum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Donald Trump vil á ein ella annan hátt hava ræðið á Grønlandi. Sonur hansara var á vitjan í Nuuk týsdagin og á tiðindafundi kom komandi amerikanski forsetin við hóttanum móti Danmark
Grønland hevur verið millum heitu evnini í altjóða miðlum í vikuni. Tað hendir eftir at sonur komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, nevniliga Donald Trump yngri, var á fýra tímar vitjan í grønlendska høvuðsstaðnum seinnapartin týsdagin.
Vitjanin fekk nógv uppmerksemi. Donald Trump yngri kom við fylgi í flogfarinum hjá pápanum, "Trump Force One", og lendi á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk um 13 tíðina føroyska tíð.
Trump Force One á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk seinnapartin (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Donald Trump yngri vitjaði ymisk støð í Nuuk. Hann heilsaði millum annað upp á Trump fjepparar, vitjaði standmyndina av Hans Egede og gav annars eyðkendu reyðu keppararnar við boðskapinum "Make America Great Again" út.
Komandi amerikanski forsetin hevði sama seinnapart ein tíðindafund heima í Florida, har Grønland eisini varð tikið upp.
Hann segði millum annað at hann ikki kundi avsanna, at hermegi varð brúkt fyri at fáa ræðið á Grønlandi. Tað snýr seg um trygdina hjá frælsa heiminum, so Danmark átti at frásagt sær rættin til Grønland, segði hann.
Donald Trump hevur eisini hótt við at seta revsitoll á danskar vørur, um hann ikki fær fatur á Grønlandi.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
- Tey vilja bara sleppa at nýta nakað av sínum ótrúliga tilfeingi og lata seg sjálvi, land teirra og børn teirra blóma, skrivar hann á X. Stríðið um Grønland harðnar - og lagt verður eftir Danmark
Eitt av londunum í ríkisfelagskapinum hevur veruliga fylt nógv higartil í 2025 - her um leiðir og á stóra altjóða pallinum. Meðan grønlendingar síggja út at vera heilt sinnaðir at stríðast fyri størri sjálvsræði og loysing frá Danmark, so eru Donald Trump og onnur veruliga til reiðar at stríðast fyri at yvirtaka Grønlandi.
Um tað skal gerast við góðum ella illum tykist ikki heilt greitt eftir útsagnirnar hjá komandi forsetanum í gjár - útsagnir sum hava elvt til nógva røring og stórt kjak.
Donald Trump staðfesti í fyrstu setu sínari, at hann vildi keypa GArønland. Hetta heldur hann fest um - tí tað hevur týdning, sigur komandi forsetin. Í vikuni vildi Trump ikki vísa aftur, at hann fer at nýta hernaðarligt ella fíggjarligt vald fyri at fáa fatur á økjum sum Grønlandi (Mynd: EPA)
Samstundis stríðast danir fyri at ikki missa Grønland, sum hevur stóran týdning á ymsan hátt. Summir danskir politikkarar hava róð framundir, at um fólkaatkvøða verður um loysing í Grønlandi, skal ein fólkaatkvøða verða um spurningin í Danmark eisini.
Sonur komandi forsetan í USA vitjaði ymisk støð í Nuuk týsdagin - millum annað standmyndina av Hans Egede - heilsaði upp á Trump-fjepparar, og gav annars eyðkendu reyðu kepparnar við boðskapinum "Make America Great Again" út.
Trump yngri tók eisini mynd saman við fleiri grønlendarum, og legði hendan tekstin út á X saman við myndini - sum sæst ovast:
- Grønland elskar Amerika og Trump. Ótrúlig fólk við einari øgiligari móttøku. Tey vilja bara sleppa at nýta nakað av sínum ótrúliga tilfeingi og lata seg sjálvi, land teirra og børn teirra blóma.
Tá Trump yngri kom heim var hann á stóru amerikansku sjónvarpsrásini Fox News. Har legði hann eftir Danmark - millum annað fyri rasismu móti grønlendska fólkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Men ein telefonsamrøða kemur helst ikki í lag, fyrrenn eftir at Donald Trump verður svorin í eið sum amerikanskur forseti. Roknað verður við framhaldandi góðum samstarvi yvir um Atlandshavið
20. januar verður Donald Trump aftur forseti í USA. Og tað verður eftir øllum at døma ikki innanfyri næstu tíggju dagarnar, at Mette Frederiksen og Donald Trump fara at tosa í telefon saman.
- Vit hava gjørt eina roynd at fáa eina telefonsamrøðu í lag við Donald Trump. Haldi tó ikki at tað kemur í lag, fyrrenn eftir hann er svorin í eið.
Hetta segði danska forsætisráðfrúan við tíðindafólk á serstakum fundi í forsætismálaráðnum hóskvøldið.
Tað var annars ikki øgiliga nógv, sum hon, uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen ella hini vildu/kundu siga við tíðindafólk.
Støðan viðvíkjandi Grønlandi og USA varð umrødd. Mette Frederiksen staðfesti, at man noyðist at standa saman á øllum økjum nú, og at tey í Danmark ikki skulu hava nakra serliga orsøk til rokna við, at Donald Trump veruliga fer at nýta hermegi fyri at fáa fatur á Grønlandi.
- Vit rokna við, vóna og arbeiða við at hava eitt eins gott samstarv við komandi forsetan, sum vit hava havt við aðrar forsetar í USA, segði hon.
Forfólkini í hinum flokkunum vóru eisini á fundinum, og høvdu stuttar viðmerkingar. Har er sterkur stuðul til donsku stjórnina á hesum økinum.
Tey føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini vóru eisini við. Sjúrður Skaale staðfestir fyri Kringvarpinum, at hann ikki fær sagt nakað serligt um sjálvan fundin. Javnaðarumboði á fólkatingi sigur, at talan var um ein róligan fund - og at man má læra at skilja at Donald Trump er ókonventionellur.
- Man kann ikki taka alt, sum hann sigur bókstaviligt. Hann fer ikki at leggja á Grønland, at yvirtaka Kanada o.s.fr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
Tað gevur meining, at Donald Trump sýnir Arktis áhuga, tá Russland og Kina eru meira virkin í økinum, heldur Lars Løkke Rasmussen. - Tað er ikki alt, man hugsar, sum skal sigast hart, og pulsurin burdi komið eitt sindur niður hjá øllum
Donald Trump vil ikki vísa aftur, at USA kann nýta hermegi ella fíggjarligt trýst fyri at fáa valdið yvir Grønlandi. Sonur komandi forsetan vitjaði Nuuk í í vikuni og heldur, at danir sýna rasismu yvirfyri grønlendingum.
Tað sær út til at vera eitt ávíst trýst á dønum - eisini frá grønlendingum sum ynskja loysing.
Mikudagin svaraði Lars Løkke Rasmussen nøkrum spurningum frá donskum miðlum, ið spentir bíðaðu á Christiansborg til danski uttanríkisráðharrin kom av fundi.
- Eg síggi tað ikki sum, at vit eru í einari uttanríkispolitiskari kreppu í mun til Grønland og USA. Vit hyggja ikki eftir møguligum ósemjum, men heldur samstarvi.
Løkke hevði ikki beinleiðis hug at sláa alt upp í glens, men í mun til útsagnirnar hjá Trump um, at tað møguliga verður lagt stórt trýst á, helt danski ráðharrin soleiðis fyri:
- Nú havi eg sjálvur royndir við Donald Trump og veit eisini, at tað ikki er neyðugt at siga alt hart, sum man hugsar. Eg royni at fyrihalda meg til veruleikan. Eg haldi, at vit øll kunnu gera okkum tí tænastu at fáa pulsin eitt sindur niður.
Lars Løkke Rasmussen vísti eisini á, at áhugin hjá Donald Trump og USA gevur meining frá einum geopolitiskum sjónarhornið:
- Geopolitikkur fyllur nakað meira nú. Tað hendir nógv í Arktis, og vit síggja tíverri eisini, at stórveldi standa yvir fyri hvørjum øðrum. Russland dubbar og er meira virkið, og Kina byrjar eisini at vísa áhuga. Tað er tí heilt legitimt og skilligt, at USA hyggur meira eftir Arktis - og forrestin eisini Nato og ríkisfelagskapinum.
Júst Ríkisfelagskapurin - Danmark, Grønland og Føroyar - skal finna sítt pláss í hesum meira ótrygga heiminum, helt Lars Løkke Rasmussen fyri. Til seinast staðfesti hann, at man skal vera opin í samskiftinum við USA.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Tó heldur beint yvir av helmingurin av teimum 1.000 spurdu dønunum í Megafon-kanningini, at grønlendingar innan næstu fimm árini áttu at sloppið á fólkaatkvøðu um spurningin
Kjakið um Grønland og framtíðarstøðu tess fyllur nógv á politiska pallinum og í miðlum í fleiri ymiskum londum.
Av givnum orsøkum er tað eitt stórt mál í Danmark, sum Grønland hoyrir undir á ríkisrættarliga økinum.
Stendur tað tó til nógvar grønlendingar, so skal hendan støðan broytast, áðrenn ov long tíð er fráliðin. Sjálvstýrisrørslan er vaksin í vavi og styrki seinastu árini í Grønlandi. Uppskot er gjørt til grønlendska grundlóg, og í nýggjársrøðu sínari var landsstýrisformaðurin Múte B. Egede nógv inni á evninum.
Ein møgulig fólkaatkvøða í Grønlandi hevur verið uppi og vent, tó at tað ikki er endaliga semja um hetta. Politikarar og viðmerkjarar í Danmark eru eisini ymiskir á máli hesum viðvíkjandi. Danmark hevur sínar greiðu orsøkir til at vilja halda fast í Grønlandi.
Tað hevr verið nevnt sum møguleiki, at tað eisini átti at verið fólkaatkvøða um spurningin um Danmark. Hetta er tó bert tos enn, men í spurnarkanning sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2 sæst, at tað í Danmark sær út til at verameiriluti fyri, at grønlendarar skuldi farið á fólkaatkvøðu - men eisini at Grønland átti at verið verandi í ríkinum.
Myndir: Megafon (fyri Tv2 og Politiken)
Ein lítil meiriluti av teimum 1.001 fólkunum, sum svaraðu mánadagin 6. januar, eru fyri fólkaatkvøðu í Grønlandi innan fimm ár.
Nakað fleiri - 58 prosent - halda, at Danmark og Grønland skulu framhaldandi vera í einum ríkisfelagskapi. Tó er ein ávís óvissa, og Nauja Bianco úr Nuuk, sum er fyrrverandi stjóri í grønlendska húsinum, heldur at tað er áhugavert, at beint yvir ein fjórðingar av teimum spurdu síggja út til at hava lurtað eftir grønlendska ynskinum um sjálvsræði. Hetta sigur Bianco við TV2
Annars sær beint yvir helmingurin (53 prosent) av teimum 1.001 í Danmark, at tað er ein fyrimunur fyri Danmark at vera í ríkisfelagskapinum Grønland. Ein fjórðingur (25 prosent) heldur, at tað er sum so líkamikið.
Hinvegin er stór semja í Danmark um, at tað er ein fyrimunur fyri grønlendarar at vera saman við teimum. Heili 79 prosent av teimum spurdu nikka til hetta.
Til ber at síggja meira til kanningina her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
- Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki
Nógv hevur frammi um støðuna hjá Grønlandi seinastu tíðina. Tað sær út til at vera meira og meira týðiligt, at USA ynskir at keypa Grønlandi, men grønlendskir myndugleikar - og danskir - siga kortanei.
Donald Trump vil ikki avnokta, at hann ikki fer at nýta "megi" fyri at fáa Grønland Samstundis skínur sjálvstýrisynski hjá grønlendingum sterkari og sterkari, og í nýggja árinum hevur verið skrivað nógv um eina møguliga fólkaatkvøðu.
Í hesum sambandi er Tjóðveldi komið við einari stuttari yvirlýsing.
- Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki.
Gjørt verður greitt, at leiðslan í Tjóðveldi fult og heilt grønlendska stuðla avgerðarrættinum og stendur aftanfyri landið.
Floksleiðslan skrivar: Tað er bara grønlendska fólkið, sum eigur avgerðarrættin um støðu Grønlands.
Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki.
Leiðslan í Tjóðveldi stuðlar fult og heilt grønlendska avgerðarrættinum, eins og vit halda fast um okkara egna sjálvavgerðarrætt".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Ólavur Frederiksen tók í Havnini mikudagin, tá eingin streymur var í nakrar tímar
Ein ávísur friður leggur seg yvir Havnina tá streymveitingin fer. Tað er nógv minni ferðsla enn vant, og smáar ljóskeldur sum kertuljós, hómast úr gluggum.
Alt fer eitt sindur niður í ferð eina løtu.
Soleiðis var mikudagin frá umleið hálvgum fimm til klokkan nærkaðist sjey á kvøldi.
Ein feilur hendi í koblingsstøðini í Skálafirði, sum hevði við sær, at fyrst Norðoyggjar og partur av Eysturoynni misti streymin og síðani alt meginøkið. So er einki annað at gera, enn at bíða í tolni.
Vakra kavaveðrið og mánalýsið gjørdi, at tað ikki var so myrkt sum tað kundi verið í slíkari støðu.
Sí fleiri myndir her
Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Talan var um eitt sonevnt blackout. Ein samanrenning av fleiri viðurskiftum á netinum og í framleiðsluni gjørdi, at tað tók so leingi at fáa streymin aftur
Eitt sonevnt blackout var í meginøkinum seinnapartin og út á kvøldið mikudagin.
SEV tekur soleiðis saman um á heimasíðu sínari:
- Streymveitingin fór fyrst til Norðoyggjar um fýra tíðina og ein góðan hálvan tíma seinni var fult blackout í meginøkinum. Byrjað varð beinavegin at kobla um, og starta upp aftur, og økini komu spakuliga innaftur. Fyrst í norðara parti av Eysturoynni og Streymoynni, síðani Vágum og nakað eftir. Klokkan 19 var ljós aftur í Eysturoy, Streymoy, Sandoy og í Vágum. Tó lá Kambsdalur myrkur nakað longri. Beint fyri kl. 21 høvdu eisini norðoyingar streymveiting aftur.
Harvið høvdu norðoyingar so at siga ikki streym í fimm tímar, og hetta ávirkaði sjálvandi kvøldið hjá nógvum føroyingum á ymsan hátt.
SEV hevur hugt uppá, hví streymslitið hendi. Orsøkin var eitt skammlop á koblingsstøðini í Skálabotni, sum er eitt knútapunkt í streymveitingini.
Men hví gekk so long tíð, til streymurin var aftur?
- Orsøkin til, at tað tók longri tíð enn vanligt at fáa økini og serliga Norðoyggjar inn aftur, var ein samanrenning av fleiri viðurskiftum á netinum og í framleiðsluni.
Skammlopið ávirkaði kaðalsambandið millum Sund, Runavík og Skálafjørð.
Loftlinjan millum Sund og Vestmanna er enn úti, eftir at tvær mastrar fingu skaða í ódnarveðri seint í fjør, og var tí ikki til taks at taka yvir. Linjan er tó næstan liðugt umvæld, og væntast at vera virkin aftur fyrst í komandi viku.
- Vatnorkuframleiðslan hjá okkum er avmarkað í løtuni av frostbinding, sum kemur av liggjandi kulda, og harafturat eru Mýruverkið og vatnturbinan á Strond óvirkin í løtuni. Ein turbina á Eiðisverkinum fekk skaða mikumorgunin og var undir umvæling, men okkara fólk fingu hana samlaða og virkna aftur móti kvøldi. Avmarkaða vatnorkuframleiðslan merkir, at stórur partur av Eysturoynni umframt Norðoyggjar fær streym av Sundi, og hetta leggur eyka trýst á sambandið millum Sund og Runavík og haðani til Skálafjørð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
Elsa Berg er nýggj næstforkvinna í Kommunufelagnum. Per Martin Gregersen heldur fram sum formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
Allir teir 29 nýggju borgarstjórarnir hittust fríggjadagin á fyrsta fundinum í Kommunufelagnum.
Greitt er, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur fram sum formaður felagsins. Nýggj næstforkvinna er Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hini í formansskapinum eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Avgjørt varð eisini, at Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Har verður Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu næstformaður og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, nevndarlimur.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, verður forkvinna í nevndini fyri Barnaverndarstovuna. Afturat henni eru Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu næstformaður, og Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, nevndarlimur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
Føroysku timburhandlarnir og byggibúðir høvdu samanlagt 32,1 milliónir krónur í avlopi í 2023
Føroysku timburhandlarnir og byggibúðir høvdu samanlagt 32,1 milliónir krónur í avlopi í 2023.
Nógv besta úrslitið í 2023 hevði Pf. Bygma Balslev við 21,3 milliónum krónum. Næstbesta ársúrslitið hevði Pf. Borg við 6,5 milliónum, og á triðja plássinum var Pf. Sandaávágs Timburhandil við 3,3 milliónum krónum í avlopi eftir skatt.
Árið hjá føroysku timburhandlunum og byggibúðunum var samanlagt væl lakari í 2023 sammett við 2022. Samlaða ársúrslitið í 2023 var 32,1 milliónir sammett við 41,1 milliónir krónur í 2022. Eitt fall í ársúrslitinum í 2023 á 9 milliónir ella 22 prosent.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá øllum føroysku timburhandlunum og byggibúðunum, sum umfatar seks fyritøkur í alt. Talan er um almennar roknskapir fyri 2023. Fyrivarni má tó takast fyri roknskapin fyri Pf. Valdemar Lutzen Byggibúð, sum í 2023 er umskipað, og tí sæst bert almenni roknskapurin fyri ognarfelagið, Pf. Valdemar Lutzen Holding fyri 2023.
Samlaða úrslitið eftir skatt hjá teimum seks fyritøkunum var samanlagt 32,1 milliónir krónur. Samlaða ársúrslitið er annars lækkað síðstu tvey árini, har ársúrslitið í 2021 var tað besta við 44,6 milliónir krónur. Síðani er ársúrslitið fallið til 41,1 milliónir í 2022 og 32,1 milliónir í 2023.
Tá hugt verður nærri eftir roknskapunum kann skjótt síggjast, at tað eru serliga tvær fyritøkur, sum skara burturúr tá talan er um timburhandlar og byggibúðir. Talan er um Pf. Bygma Balslev og Pf. Borg, sum umboða heili 83 prosent av samlaða bruttovinninginum og heili 87 prosent av ársúrslitinum hjá øllum timburhandlunum og byggibúðunum.
Hóast Pf. Bygma Balslev hevði besta úrslitið av øllum timburhandlunum í 2023 við 21,3 milliónum krónum, so var úrslitið 3 milliónir, ella 12,4 prosent lægri enn í 2022.
Pf. Borg hevði eisini eitt fall í úrslitinum í 2023 upp á heili 4,2 milliónir krónur ella 39,2 prosent, úr 10,7 milliónum í 2022 til 6,5 milliónir krónur í 2023.
Á triðja plásssinum hevði Pf. Sandavágs Timburhandil eitt ársúrslit á 3,3 milliónir krónur í 2023 móti 5,3 milliónum krónum í 2022, eitt fall í 2023 á 2 milliónir krónur, sum er eitt fall á heili 37,8 prosent.
Tað lægsta ársúrslitið av timburhandlum og byggibúðum í 2023 hevði Spf. Handilsvirkið Niclassen, sum hevði 16.000 krónur í avlopið, móti 79.000 krónur í undirskoti í 2022.
Pf. Bygma Balslev og Pf. Borg størstu fíggjarstøðuna
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá føroysku timburhandlunum og byggibúðunum sæst týðiliga, at tað aftur eru Pf. Bygma Balslev og Pf. Borg, sum vóru nógv størst í 2023, meðan P/F Sandavágs Timburhandil var nummar trý.
Pf. Bygma Balslev hevði í 2023 eina samlaða fíggjarstøðu á 194,8 milliónir krónur. Eginpeningurin var 127,3 milliónir krónur, langfreistaða skuldin var 31,5 milliónir krónur og stuttfreistaða skuldin var 32,2 milliónir.
Næststørstu fíggjarstøðuna hevði Pf. Borg, við eini samlaðu fíggjarstøðu á 122,9 milliónum krónum. Eginpeningurin var 69,5 milliónir, langfreista skuldin 13,1 milliónir og stuttfreistaða skuldin var 37,9 milliónir krónur.
Á triðja plássininum var Pf. Sandavágs Timburhandil sum í 2023 hevði ein eginpening upp á 35,6 milliónir krónur, langfreista skuld upp á 18,1 milliónir og stuttfreistaða skuld upp á 28,7 milliónir krónur.
Sølan hjá timburhandlum og byggibúðum er vanliga ein góður indikatorur um, hvussu búskaparliga gongdin í samfelagnum er. Hinvegin vita vit, at prísurin á byggitilfarið øktist nógv í 2020 og frameftir orsakað av korona og russisku innrásini í Ukraina.
Um fallið í 2023 í bruttovinningi og úrslitum hjá timburhandlum og byggibúðum er ein avleiðing av lækkandi prísum ella um byggivirksemið í samfelagnum er minkandi, kunnu vit nokk ikki siga nakað greitt um enn. Men árið 2024 fer nokk at geva eina betur ábending um hetta og hvønn veg sølan, bruttovinningur og ársúrslit fer.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
591 nýggir føroyingar komu í verðina í 2024, og hetta eru 17 nýføðingar fleiri enn í 2023. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í 2025
- Tað er at fegnast um, at tilsamans 591 nýggir føroyingar komu í verðina í 2024. Hetta eru 17 nýføðingar fleiri samanborið við árið frammanundan. Ein lítil og sera týdningarmikil øking í burðatalinum.
Soleiðis skrivar Heilsumálaráðið í sambandi við at burðartølini verða kunngjørd.
Tað sær eisini út til, at talið fyri 2025 kann verða høgt. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í ár
- Hvørt einasta nýfødda barn er partur av einum nýggjum ættarliði. Nýføðingurin ber við sær vón fyri framtíðina og hevur týdning bæði fyri einstøku familjuna og alt samfelagið. Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis framhaldandi gera neyðug átøk fyri, at vøksturin heldur fram. Tað er ikki bert ábyrgd hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Burðatølini seinastu 11 árini
Kelda: Hagstova Føroya og Sjúkrahúsverkið
Burðatalið er lækkað nógv seinastu árini. Í 2023 fór føðitíttleikin í Føroyum fyri fyrstu ferð niðurum tvey børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri. Í mong ár hevur føðitíttleikin í Føroyum verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum evropeiskum londum.
Hendan gongdin hevur vakt áheitanir um at tryggja betur umstøður fyri barnafamiljur og ung. Tí er tað eitt gott tekin, at burðatalið nú kvinkar upp eftir.
- At fleiri børn verða fødd, bendir á, at vón er um framtíðina, og at fólk hava álit á gongdini í samfelagnum. Tey nýggju ættarliðini bera við sær nýggja orku og eru okkara trygd fyri, at samfelagið verður varðveitt og ment, bæði búskaparliga og mentanarliga, skrivar Heilusmálaráðið at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
Hetta er eitt lítið vet hægri, enn tað var í november 2023. Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum - tað er vaksið mest í Vágum
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í november 2024. Hetta svarar til 264 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í 2023 var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 249 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í november vóru 310 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru ellivu fleiri enn í november í fjør.
Í november vóru 94 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent við 170 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentig hægri enn í fjør.
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í november var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki og Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Samanborið við sama mánað árið fyri hetta óbroytt í Norðoya øki, men ein hækking við 0,4 prosentstigum í Sandoyar øki.
Størsta arbeiðsloysið i november var í Suðustreymoyar øki við 1,1 prosentum. Størsti vøkstur samanborið við í fjør var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,4 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá tað var 0,5 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Yvir 444.000 fólk ferðaðust um Vága Floghavn í fjør
Talið á ferðandi, sum ferðaðust um Vága floghavn í 2024 var methøgt.
Vága Floghavn hevur nú kunngjørt samlaða ferðafólkatalið fyri 2024, sum var 444.035, sum er næstan 13.000 ferðafólk fleiri enn í 2023, tá 431.079 ferðaðust um flogvøllin.
Ferðafólkatalið seinastu árini:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk er sent út til almenna hoyring
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk 2025-2035 til almenna hoyring.
Endamálið við landbúnaðarpolitikkinum er, at Føroyar í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum, heilsugóðum, stuttfluttum, staðbundnum landbúnaðarvørum.
Uppskotið er gjørt við støði í tilmælum, sum eru komin fram á verkstovu, har feløg, einstaklingar og stovnar, ið umboða og hava áhuga í landbúnaði, viðgjørdu málini fyri føroyska landbúnaðin. Eisini hava verið kunnandi fundir við politisku flokkarnar um nýggja landbúnaðarpolitikkin, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Málini fyri landbúnaðin:
Í landbúnaðarpolitikkinum verða m.a. ásett mál fyri:
Samlaður pakki við ítøkiligum lógaruppskotum og kunngerðarbroyting:
Til tess at landbúnaðarpolitikkurin kann fremjast í verki og ítøkiligar broytingar verða settar í verk, verður hann lagdur fram sum ein samlaður pakki við fleiri lógaruppskotum og einari kunngerðarbroyting.
Talan er um hesi uppskot:
Vóna nógv hoyringarsvar
Talan er um uppskot, ið viðgera týðandi tættir í øllum føroyska samfelagnum og í føroyskari søgu og mentan. Tí eru óivað nógvar ymsar hugsanir og meiningar um uppskotini.
Tískil vónar Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at nógv hoyringarsvar fara at koma til uppskotini, sum síðani verða viðgjørd og uppskotini kunnu rættast og tillagast, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.
Freistin at koma við viðmerkingum er 3. februar. Uppskotini síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Uppskotið til broyting í fólkaskúlalógini liggur til hoyringar í løtuni
Skúladagurin í fólkaskúlanum skal styttast munandi.
Tað er ein av broytingunum í fólkaskúlalógini, sum Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður við kenslumálum, fer at leggja fyri løgtingið í næstum.
- Kanningar vísa, at børnini læra nógv minni, tá liðið er út á seinnapartin, og vit vita frá lærarum, at næmingarnir eru merktir av mótloysi og lítlari orku móti endanum av longu skúladøgunum, sigur Djóni Nolsøe Joensen í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum.
Tá ið næmingarnir ikki hava ov nógvar undirvísingartímar, hava teir meira orku og bindindi til at hugsavna seg um innihaldið í undirvísingini. Eisini hevur tað eina jaliga ávirkan á trivnaðin millum børnini.
Føroysku skúlabørnini hava í dag longstu skúlavikuna samanborið við næmingar í grannalondunum. Kortini er fakligi førleikin ikki samsvarandi við høga tímatalið.
Við at minka um tímatalið verður eisini størri fíggjarlig orka til at víðka um tvílæraraskipanina, soleiðis at meira læraratíð verður til hvønn einstakan næming og at styrkja flokslæraleiklutin.
Løgtingið hevur longu samtykt, at hægsta næmingatal er 22.
At stytta skúladagin er ein av átta broytingum í uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um at broyta fólkaskúlalógina. Eisini er ætlanin, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin og at endurskoða lærugreinabýtið, so at javnvág verður millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru.
Sambært broytingaruppskotinum verður tímatalið um vikuna hetta (núgaldandi tímatal í klombrum)
Uppskotið fór til hoyringar beint fyri jól. Hoyringsfreistin er 24. januar. Eftir ætlan skulu broytingarnar í fólkaskúlalógini koma í gildi 1. juni 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Felagið fegnast um, at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin, og at 11 kommunur hava valt at hækka barnafrádráttin fyri 2025
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin, og at 11 kommunur hava hækkað barnafrádráttin fyri 2025.
– Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi víst á tørvin at javnseta og lækka føroyska persónskattin. Tað er tí at fegnast um, at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin og at 11 kommunur hava valt at hækka barnafrádráttin fyri 2025.
Slíkar broytingar eru viðvirkandi til at gera føroyska persónskattin og arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran, skrivar felagið á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
At seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin hevur við sær, at miðalkommunuskatturin lækkar úr 20,2 niður í 19,97 prosent. Samstundis hækkar miðal barnafrádrátturin úr 8.036 upp í 8.471 krónur pr. barn.
Hóast talan ikki er um kollveltandi broytingar, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag tó um, at gongdin í kommunuskattinum er røtt, og at miðal kommunuskatturin nú fyri fyrstu ferð í nógv ár er komin niðurum 20 prosent-markið. Til samanberingar var miðal kommunuskatturin í 2015 omanfyri 21 prosent.
– Vónandi heldur gongdin við lækkandi kommunuskatti og hækkandi barnafrádrátti fram í komandi árum, og tekur meira dik á seg, so Føroyar gerast meira kappingarførar, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Komandi vikurnar fer Hagstovan aftur í hongd við hálvárligu konjukturkanningina
Nú fer Hagstovan aftur í gongd við hálvárligu konjunkturkanningina fyri húsarhaldini, sum lýsir, hvat húsarhaldini í Føroyum halda um sína egna fíggjarligu støðu og um føroyska búskapin sum heild nú og í framtíðini.
Kanningin verður gjørd soleiðis, at Hagstovan ringir til 700 tilvildarliga vald húsarhald í Føroyum komandi tríggjar vikurnar. Húsarhaldini svara 16 spurningum um fíggjarlig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum, skrivar Hagstovan.
Í seinastu konjunkturkanning, sum varð gjørd í summar og teimum seinastu kanningunum undan henni, var tað áleið ein fjórðingur av húsarhaldunum, sum søgdu, at tey júst fingu endarnar at røkka saman.
Áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp, og hóast stóran prísvøkstur seinastu trý árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening.
Seinni í januar verða eisini gjørdar konjunkturkanningarnar fyri tilfeingis-, tænastu-, handils- og byggivinnuna. Tá verður spurnakanning send meir enn hundrað útvaldum fyritøkum í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2025
Reiðaríið Thor hevur keypt línubátin Barið úr Miðvági
Linubáturin, Barið, hevur nú fingið navnið Streymsund og heimstað í Tórshavn.
Tað er felagið Thor Fisheries, sum er eitt dótturfelag hjá Thor í Hósvík, sum hevur keypt línubátin við loyvum.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin, men sigur, at teir eru nøgdir og gleða seg til at reka Streymsund víðari, sum hevur havt heimstað í Miðvági seinstu mongu árini.
Streymsund kemur at leggja meginpartin av veiðuni upp til Barðið í Havn, har onnur skip hjá Thor eisini landað veiðuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2025
Nýggi Høgaberg, sum Framherji í Fuglafirði yvirtekur fyrsta dagin, er klárur at fara seinasta royndartúrin
Nýggja uppsjóvarskipið Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði liggur í løtuni í Skagen, har seinasta hond er løgd á skipið.
Talan er um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum skal latast Framherja fyrsta dagin. Skipið er nakað seinkað, tí eftir ætlan skuldi nýggi Høgaberg koma á Fuglafjørð síðsta summar.
- Skipið skal nú ein tekniskan royndartúr, og tá ið tann túrurin hevur verið, so ganga alt frá 14 døgum til ein mánað áðrenn skipið er klárt at latast eigarunum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Hann leggur afturat, at av tí at man ikki veit júst hvat skal justerast eftir ein slíkan royndartúr, so vita tey hjá Framherja framvegis ikki heilt nær skipið verður latið reiðarínum, men tað verður ikki leingi, um alt gongst sum ætla.
Nýggi Høgaberg er so at siga systurskip til Finn Fríða hjá Varðanum, tó at nýggi Høgaberg lastar umleið 400 tons meira. Ein annar munur er eisini, at nýggi Høgaberg hevur tveir høvðusmotorar. Tveir Bergen 6L33:45 3600 kW motorar, sum tilsamans hava knapt 9.800 hk.
Nýggi Høgaberg kostar umleið 350 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Átta vórðu innskrivaðir uttanlands, tveir í Føroyum og ein dupultinnskrivaður í Føroyum og Danmark
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava ellivu føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2024.
Átta verið innskrivaðir uttanlands, tveir í Føroyum og ein dupultinnskrivaður í Føroyum og Danmark. Fýra av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum, skrivar Granskingarráðið.
Hesi fingu ph.d-prógv í fjør:
1. mars vardi Jóhannus Kristmundsson ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur arbeitt á Firum (Fiskaaling), seinni á Fróðskaparsetrinum og verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast: “Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.
8. mars vardi Rúni Bláfoss ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Hann hevur arbeitt á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) og verið innskrivaður á Institut for Idræt og Biomekanik á Syddansk Universitet (SDU). Ritgerðin kallast “Daily fluctuations in low-back pain, fatigue, and stress among warehouse and construction workers”.
16. apríl vardi Rannvá Dahl ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Rannvá Dahl hevur arbeitt á og verið innskrivað á Biomedicinsk Institut á Københavns Universitet. Hon hevur samstarvað við Landssjúkrahúsið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Føroyum. Ritgerðin kallast “Insulin stimulation of L-carnitine uptake in skeletal muscle in patients with primary carnitine deficiency and the metabolic state of the skeletal muscle”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.
19. apríl vardi Eina H. Eliasen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur arbeitt í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og verið innskrivað á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast: "Multidimensional Assessment of Health Among Older Faroese Adults - The Faroese Septuagenarin Cohort". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.
26. apríl vardi Torkil Veyhe ph.d. -ritgerð sína á Syddansk Universitet, har hann hevur verið innskrivaður á Institut for Teknologi og Innovation. Talan er um eina vinnu phd.-verkætlan, sum er gjørd í samstarvi millum Syddansk Universitet og COWI. Ritgerðin kallast "Design of Looped Wire Rope Connections between Concrete Wall-Elements: Experimental Investigation and Establishment of Mechanical Model for the Anchorage Capacity of Looped Wire Ropesin”.
6. mai vardi Sigri M. Gaïni ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur verið innskrivað á Roskilde Universitet og Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast: "Freedom of Speech, Hate Speech and Democratic Formation - On the double function of hate speech legislation and its relation to freedom of political speech". Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.
14. mai vardi Bjørk K. Sofíudóttir ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet- Hon hevur arbeitt á Deildini fyri Reumatologi á Odense Universitetshospital og verið innskrivað á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: ”Detection of interstitial lung disease in rheumatoid arthritis: diagnostic tests and prognostic value”.
12. juni vardi Karina Poulsdóttir Debes ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Hon hevur verið innskrivað og arbeitt á Institut for Veterinær- og Husdyrvidenskab á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “Post-infarction myocardial function and the impact of SGLT2 inhibitors and obesity in porcine models”.
4. oktober vardi Kristina Hoydal ph.d.-ritgerð sína við VID Stavanger, har hon hevur verið innskrivað og hevur arbeitt. Verkætlanin kallast: “Hverdagsliv i bofelleskap for unge voksne med funksjonsnedsettelse – fysisk utforming, teknologi og praksis”.
18. oktober vardi Hergeir Teitsson ph.d.-ritgerð sína á DTU Space, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin kallast: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements”.
26. november vardi Tummas Napoleon Arge ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics, har hann hevur arbeitt og verið innskrivaður. Ritgerðin kallast: “Squeezed light generation on thin film lithium niobate”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Óhappið hendi um 23-tíðina mánakvøldið á landsvegnum við flogvøllin
Um 23 tíðina mánakvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent á ein persón, sum var til gongu á landsvegnum millum Hotel 62 Norð og flogvøllin í Vágum.
Hóast fráboðanin ljóðaði ógvuslig, so var tað kortini ikki so ógvusligt. Tað vísti seg, at bilurin hevði ‘nortið’ við mannin, sum var í myrkum klæðum og uttan endurskin.
Boð vóru send eftir sjúkrabili at hyggja upp á mannin, men skaðin vísti seg ikki at vera ógvusligur. Hann hevði fingið onkur smáskursl og var eymur í mjødnini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Talan var um eitt útlendskt ferðafólk, sum gisti á Hotel 62 Norð og skuldi víðari við flogfari av landinum morgunin eftir. Hví hann var farin til gongu um 23 tíðina í gjárkvøldið sigur søgan einki um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Føroya Symfoniorkestur er til reiðar, solistur kemur úr Svøríki, og eitt úrvalskór á 86 sangarar luttekur. Útselt er til báðar framførslurnar
Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er árliga tónleikaveitslan hjá orkestrinum. Hon er eisini ein av ársins størstu sjónvarpsframleiðslum hjá Kringvarpinum.
- Í kvøld verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Sum siðvenja er – same procedure as every year – so fáa áhoyrararnir í salinum kransakøku og sjampanju, meðan tit heima í stovunum kring landið eisini kunnu skála við, tí Kringvarp Føroya sendir nýggjárskonsertina beinleiðis í sjónvarpinum.
Soleiðis skrivar Kringvarpið, ið eins og bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, spílar seg út til árligu tónleikaveitsluna, sum av spariorsøkum varð av ongum í fjør.
Um framleiðsluna skrivar KVF, at fleiri enn 20 fólk eru so ella so knýtt at konsertini – alt frá tøkningum, sum tryggja ljóð, grafikk og myndir, til pallklárgerð til vertirnar á pallinum. Vertirnir verða Elin Michelsen og Tróndur Herason Olsen.
Susanna Andersson
Svenskur sopranur
Sum siðvenja eisini er, so hevur Føroya Symfoniorkestur bjóðað einum spennandi
solisti til Føroya at syngja við orkestrinum og kórinum í sambandi við
nýggjárskonsertina.
Talan er um svenska sopranin Susanna Andersson. Hon hevur nomið sær útbúgving á Guildhall School of Music í London og hevur seinastu mongu árini havt stórar leiklutir í størstu operahúsunum og størstu festivalum í Evropa. Sum lesandi vann hon 1. virðisløn við Kathleen Ferrier Awards, og hon varð vald at luttaka á Rising Stars heimskonsertferðini í 2006/2007.
- Susanna Andersson hevur framført við hópin av symfoniorkestrum, eitt nú Kongaliga kapellinum í Danmark og Svøríki, Symfoniorkestrinum í Helsingborg,
Symfoniorkestrinum í Queensland og Symfoniorkestrinum hjá BBC.
Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom, lovar Bernharður Wilkinson, sum aftur í ár stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Á skránni er kendur tónleikur frá miklum tónaskaldum, og hon nemur við allar kenslur.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
86 sangarar manna úrvalskór
Umframt Føroya Symfoniorkestur luttekur eitt úrvalskór til nýggjárskonsertina, ið telur 86 sangarar.
Longu nú verður avdúkað, at kórið eisini luttekur á várkonsertini hjá Føroya
Symfoniorkestri í mars 2025, tá kórið og Symfoniorkestrið framføra stórverkið Verdi Requiem. Til tað høvið vitja orkesturleiðari og fýra sangsolistar á allarhægsta støði.
Tað er, eins og undanfarin ár, Tóra Vestergaard, ið stendur fyri at venja kórið. Til
stuttleikar kann nevnast, at meðan streymslit var seinnapartin mikudagin, kom tað væl við hjá kórinum, at Kringvarp Føroya hevur egið streymaggregat. Kórvenjingin, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum, bleiv flutt yvir í forhøllina í Kringvarpinum.
Nýggjárskonsertin verður send beinleiðs í sjónvarpinum og á KVF Sjón frá klokkan 20 í kvøld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
Endamálið við friðarkonsertini er – eins og tað var við friðargonguni – at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum
Frígjadagin 17. januar verður skipað fyri friðarkonsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Friðarkonsertin tekur støði í friðargonguni, sum varð hildin fyri góðum hálvum ári síðani.
Endamálið við friðarkonsertini er – eins og tað var við friðargonguni í summar – at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum. Henrik Weihe Joensen, sum tók stig til friðargonguna, hevur eisini tikið stig til friðarkonsertina, sum verður 17. januar kl. 20.
Luttakandi tónleikarar verða Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismaður, og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og sitandi formaður í Reyða Krossi, perspektivera vápnadubbing mótsett ávíkavist friðartilgongdum og fátækradømi.
Kríggini halda áfram við ótálmaðari megi, og hótta nú av álvara heimsfriðin samanhildið við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp ímóti hvør øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum.
Enn røkist tíverri einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív síðani kríggini byrjaðu. Kríggj kunnu elva til fólkamorð, sum Holocaust dagurin minnir okkum á ikki má henda aftur.
Friðarkonsertin er, eins og friðargongan var, politiskt óheft eisini við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.
Um nakar, so kann tónleikurin sameina fólk og fólkasløg; tí er tað við vónini um góða undirtøku í sambandi við friðarkonsertina 17. januar, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í krígsraktu økjunum.
Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.
Fólk eru vælkomin, at hava ljós við sær í sambandi við friðarkonsertina, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:
Røddir tagna av vápnum
men
tey kunnu tagna av røddum
um
tær menta og virða
hvørja aðra
meira enn vápnið
Frá friðargonguni í summar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Kendi amerikanski jazzguittaristurin, Kurt Rosenwinkel, verður høvuðsnavn á festivalinum í ár
Í døgunum 26. januar til 2. februar skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazz festivalinum fyri 17. ferð.
Talan er um ein jazzfestival á høgum støði, har fokus fyrst av øllum verður sett á føroyskan tónleik, men á hvørjum ári koma útlendskir bólkar eisini á vitjan.
Í fjør var talan um heili 25 konsertir, hildnar í 12 ymiskum spælistøðum. Skráin í ár verður ikki nógv aftanfyri.
Á Vetrarjazz festivalinum verður útgávukonsert við bólkinum GØ. Júst GØ og íslendska kvintettin hjá Arnoldi Ludvig fingu góð skoðsmál frá tveimum altjóða jazzummælarum, tá teir spældu á Reykjavík Jazz Festival í fjør, og hesir ummælarar eru bodnir til Føroya til Vetrarjazz festivalin. Talan er um Christoph Geise úr Týsklandi og Kevin Whitlock úr Bretlandi, sum skriva fyri Jazzwice Magazine. Tað er Visit Faroe Islands saman við Faroese Music Export og Jazzfelagnum, sum hava boðið teimum til Føroyar.
Á pallinum fær festivalurin vitjan av guittarleikaranum Kurt Rosenwinkel úr USA, sum fer at spæla saman við altjóða danska orkestrinum, Api Pipo. Eisini koma Silvi & Steini og Mikael Máni Trio úr Íslandi og Yuval Ron Trio úr Týsklandi, virðislønta Espen Berg Trio úr Noregi umframt føroyski altjóða bassisturin Bárður Reinert Poulsen og Katrina Petersen Quintet.
Nógvur føroyskur tónleikur
Afturat hesum verður ein rúgva av góðum føroyskum jazzi á skránni, so sum úrmælingarnir í Plúmm, Yggdrasil, Tjant, Sway, Oddur Joensen Trio, Arnold Ludvig Quintet, VARM Quartet, MonkeyRat, Soulglottar, Django All The Way, Mørkin, MUMI frá Tórshavnar Musikkskúla, A15 ft. Silvurdrongur, EagleCentric & Plutonic, og barnaorkestrið Jazzarifics við Jensinu Olsen.
Sum altíð hava ungir tónleikarar fleiri møguleikar at royna seg á føroya størsta jazztiltaki, bæði í verkstovum, men eisini á palli saman við meira royndum tónleikarum.
Jazzur fyri øll
Jasstónleikurin í Føroyum er í blóma, eitt nú takkað verið Vetrarjazz festivalinum. Áhoyrararnir fjølgast eisini, kanska tí at Jazzfelagið hevur sett sær fyri, at øll skulu kunna koma til Vetrarjazz, tí fleiri av konsertunum eru ókeypis, ella eru tær bíligar, helst við Jazzpassi, sum fæst á atgongumerki.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Nýggj kunngerð er lýst og sett í gildi
Nýggj kunngerð um stuðul til film er lýst og sett í gildi. Almanna- og mentamálaráðið upplýsir, at kunngerðin leggur tær heimildir, ið áður hava ligið hjá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins at umsita. Kunngerðin tryggjar armslongdarmeginregluna, sum skrivað stendur í samgonguskjalinum.
Mentanargrunnur Landsins fer tí framyvir at taka avgerðir um filmsstuðul eftir tilmæli frá tveimum ráðgevum, sum Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmshúsið hava tilmælt.
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 milliónir krónur oyramerktar til filmsstuðul.
- Eg fegnist um, at tað frameftir verða sakkunnleikin og óheftni, ið fara at umsita filmsstuðlinum. Vit hava fyrr verið vitni til, at politiska skipanin hevur blandað seg í, hvør skal fáa filmsstuðul og ikki. Tílík venja kann virka stýrandi fyri umsøkjararnar. Listin skal stuðlast og ikki stýrast, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum í viðmerking.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
Nýggi filmurin hjá leikritahøvundanum "Seinasta paradís á á jørð" verður at síggja í Gøteborg um mánaðarskifti. Upp ímóti 300.000 vitjandi væntast til stevnuna
Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi.
Umleið 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.
Í ár verður eisini føroysk vitjan har.
Filmsstevnan í Gøteborg hevur kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá "Seinasta paradís á á jørð" er á sonenvdu Nordic Light skránni hjá teimum.
Filmurin fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.
Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin hjá 39-ára gamla føroyska leikritahøvundanum eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.
Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:
Mikudag 29. januar - 17:30 - Bio Roy (Q&A)
Hósdagin 30. januar - 13:30 - Bio Roy (Q&A)
Fríggjadagin 31. januar - 20:15 Biopalatset 1
Hósdagin 1. februar - 10:00 - Biopalatset 1
Fyrstu almenna sýningingin í Føroyum verður í Havnar Bio 10. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Í ár verður Vágs kommuna karmur um fleiri listaverkætlanir, tá niðurlendsku Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, sum kommunan samstarvaði við í 2023, og danska Alberte Holmø Bøjesen koma til Vágs
Í februar og mars og aftur í heyst, verður Vágs Kommuna karmur um fleiri listaverkætlanir, tá niðurlendsku listafólkini, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, sum kommunan samstarvaði við í 2023, og danska listakvinnan Alberte Holmø Bøjesen, fara at búleikast í Vági.
Seinastu 10 árini hava niðurlendsku listafólkini ferðast til Føroyar fyri at arbeiða við ymiskum listaverkætlanum saman við lokalsamfelagnum.
Tá Floortje, Martijn og Eva vitjaðu í Vági í sambandi við listaverkætlanina Tíðin millum okkum (Community Art Project) í 2023, komu tey fram á eitt serstakt filmsarkiv í Vági. Hetta arkivið fevnir um upptøkur, sum Sævar Haldórsson og Pauli Poulsen hava gjørt seinastu 40 árini. Upptøkurnar dokumentera hendingar, tiltøk, persónar og annað forvitnisligt úr Vági.
Vágs Kommuna og listafólkini hava gjørt avtalu við Sævar og Paula um at framleiða ymiskt video-tilfar úr hesum arkivi. Og so hvørt, sum tilfar verður sett saman, verða almennar sýningar í Vági.
Í mars byrjar taraverkætlanin við Floortje og Alberte Holmø Bøjesen. Tær báðar, saman við vágbingum og øðrum áhugaðum, fara ígjøgnum kanningararbeiði og skapandi verkstovur fyri at gera taraskógin sjónligan, kensligan, hoyriligan, luktiligan og smakkligan.
Floortje og Alberte hava ment skapandi verkstovur, sum tær fara at hava í nøkrum skúlum í Suðuroynni. Verkstovurnar eru partar av Listaleypinum.
Listakvinnurnar hava í samstarvi við FabLab í Vági og kvøldskúlan ment verkstovur, har luttakarar kunnu læra um tara gjøgnum skapandi tilgongdir. Hetta fevnir um kanningararbeiði, royndir og listaligan framburð. Síðst í mánaðinum verður ein almenn framsýning, har úrslitini av taraverkætlanini verða sýnd fram, skrivar Vágs kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Amerikanski forsetin hevur nú boðað frá, at hann fer at banna nýggjum olju- og gassvirksemi í stórum strandaøkjum í USA
Fráboðanin hjá Joe Biden um at banna nýggjum olju- og gassvirksemi í stórum strandaøkjum í USA, kemur um somu tíð, sum komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, heitir á bretsku stjórnina um at lata upp fyri nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
Biden hevur við hesum friðað størri øki fyri olju og gass enn nakar forseti undan honum, skrivar miðilin E24.
Biden ætlar at banna øllum slíkum nýggjum virksemi á eysturstrondini og í Meksikanska flógvanum, eins og á kyrrahavsstrondini út fyri Washington, Oregon og California eins í pørtum av Alaska.
Hann grundgevur við umhvørvisligu avleiðingunum av nýggjari leiting og framleiðslu, sum hann sigur vera størri enn fyrimunirnir við virkseminum. Hetta verður so eisini gjørt fyri at verja lokalsamfeløgini og fiskivinnu eins og aðra vinnu.
Hann sigur, at fólkið, sum býr í hesum umrøddu økjum ynskja eitt slíkt bann. Hetta verður gjørt bert fáar dagar, áðrenn Donald Trump, sum lovprísar olju- og gassvinnuni, tekur við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Meksikanski forsetin gevur Donald Trump aftur av somu skuffu
Eitt av teimum mest umrøddu uppskotunum, sum komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, nevndi tá hann helt tíðindafund heima á Mar-a-Lago í Florida týsdagin var, at hann ætlaði at broyta navnið á Meksikoflógvanum (Gulf of Mexico) til Amerikaflógvan (Gulf of America).
Trump helt, at tað var eitt meira hóskandi og vakurt navn.
Nú hevur meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, svarað aftur. Hon mælir at Norðuramerika heldur verður rópt “América Mexicana”.
Tað segði hon á einum tíðindafundi mikudagin, standandi framman fyri einum søguligum heimskorti frá 1600-árunum. Kortið vísir, at Meksiko tá røkk langt norður í núverandi USA.
- Tað ljóðar væl, ikki so?, segði hon speiskliga.
Útsøgnin hjá Trump um Meksikoflógvan kom á sama fundi, har hann nevndi møguleiken at brúka hermegi móti Grønlandi, Kanada og Panama fyri at tryggja USA ræðisrætt í hesum londunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2025
Kamala Harris, sitandi varaforseti og taparin av forsetavalinum, stóð fyri fundinum í Kongressini
Úrslitið frá hvørjum einstakum stati á amerikanska forsetavalinum 5. november 2024 er nú góðkent í amerikansku kongressini.
6. januar fjórða hvørt ár hittast bæði kømurini í kongressini, senatið og umboðsfólkatingið, fyri alment at góðkenna atkvøðurnar hjá valdu valfólkunum og vátta, hvør verður komandi forseti og varaforseti í USA.
Vanliga gongur hetta friðarliga fyri seg, men 6. januar 2021, varð tilgongdin órógvað av ógvusliga álopinum á kongressina, har fleiri túsund Trump-viðhaldsfólk royndu at forða fyri, at valúrslitið varð góðkent. Hóast álopið, varð úrslitið góðtikið seinni sama dag.
Orsaka av hesum, var stórt uppmerksemi um hendingina mánadagin, hóast hetta ikki hevur fylt nógv í miðlunum í árunum frammanundan.
Kamala Harris, varaforseti og tapari á forsetavalinum, stóð á odda fyri fundinum. Seinast ein varaforseti skuldi standa fyri at góðkenna eitt val, hann sjálvur hevði tapt, var í 2001, tá Al Gore tapti fyri George W. Bush.
Atkvøðurnar vórðu lisnar upp, meðan umboð fyri bæði kømurini taldu. Eitt valevni skal hava minst 270 valfólkaatkvøður fyri at vinna. Donald Trump fekk 312 meðan Kamala Harris fekk 226.
Tá uppteljingin var liðug, kunngjørdi varaforsetin vinnaran av valinum: Donald Trump og varaforseti hansara, J.D. Vance. Komandi varaforsetin er senatorur fyri Ohio, og var sjálvur í salinum, tá atkvøðurnar vórðu taldar og góðkendar.
Donald Trump verður tikin í eið á einum størri hátíðarhaldi mánadagin 20. januar í Washington D.C. Tá skal komandi forsetin svørja ein eið, sum er skylda hansara sambæt grundlógini.
Komandi varaforsetin, J.D. Vance, var sjálvur til staðar í Kongressini mánadagin. Hann er í løtuni senatorur fyri Ohio (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
Við teprum meiriluta varð republikanarin Mike Johnson, sum hevur verið formaður síðan 2023, afturvaldur
Fríggjakvøldið varð republikanarin Mike Johnson afturvaldur til formann fyri amerikanska Umboðsfólkatingið.
Hann varð afturvaldur við 218 atkvøðum av 435, sum var akkurát nóg mikið til at fáa meiriluta. Sambært CNN er hetta teprasti meiriluti, sum ein formaður hevur fingið í nærum 100 ár.
Republikanski flokkurin hevur meirilutan í Umboðsmannatinginum. Flokkurin hevur 219 umboð, meðan Demokratarnir hava 215.
Undan atkvøðugreiðsluni høvdu fleiri av floksfeløgunum hjá Mike Johnson annars boðað frá, at teir ikki fóru at stuðla honum. Orsøkin var, at fleiri av konservativu republikanarunum vóru ónøgd við, at Johnson fleiri ferðir hevði fingið hjálp frá Demokratunum fyri at fáa týðandi lógir samtyktar.
At byrja við høvdu tríggir republikanarar atkvøtt ímóti Johnson, men eftir at hava tosað við teir, valdu tveir teirra at stuðla honum kortini, og sostatt tryggjaði hann sær neyðugan meiriluta.
Demokratisku umboðini atkvøddu fyri teirra egna leiðara, Hakeem Jeffries.
Osemja hevur verið millum republikanarar í Umboðsfólkatinginum seinastu tvey árini. Mike Johnson varð valdur til formann á heysti í 2023, eftir at undanmaður hansara, Kevin McCarthy, varð koyrdur frá mitt í sínari embætistíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2025
Fyrrverandi íslendski forsætis-, uttanríkis- og fíggjarmálaráðharrin stillar heldur ikki uppaftur sum formaður í Sjálfstæðisflokkinum
Formansskifti verður í íslendska Sjálfstæðisflokkinum á næsta landsfundi floksins. Hetta gjørdist greitt í vikuni, tá Bjarni Benediktsson boðaði frá, at hann ikki er sinnaður at stilla uppaftur. Bjarni ætlar heldur ikki at taka sæti á altingi, hóast hann varð valdur á valinum í november.
Fráboðanina sendi hann út í einum uppslagi á Facebook seinnapartin. Har skrivar hann, at hann hevur tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur til formansvalið í flokkinum, og heldur ikki møta á altingi tá tingið verður sett seinni í hesum mánaðinum.
Bjarni Benediktsson varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Sjálfstæðisflokkin sum 33 ára gamal á vári 2003. Hann gjørdist formaður í 2009, tá Geir H. Haarde fór frá.
Hann gjørdist fíggjar- og búskaparmálaráðharri í stjórnini hjá Sigmundi Davíð Gunnlaugssyni eftir valið í 2013. Í januar 2017 gjørdist hann forsætisráðharri eftir Sigurð Inga Jóhansson, og sat til november sama ár, tá altingsval var, og Katrín Jakobsdóttir tók yvir sum stjórnarleiðari. Tá gjørdist Bjarni Benediktsson aftur fíggjar- og búskaparmálaráðharri fram til 14. oktober í 2023 tá hann gjørdist uttanríkisráðharri.
9. apríl í fjør gjørdist hann aftur forsætisráðharri, men aftur hesaferð gjørdist skeið hansara minni enn eitt ár, tí beint fyri jól mátti hann leggja frá sær eftir ósigurin á altingsvalinum 30. november, tá Kristrún Frostadóttir skipaði stjórn uttan um borgarligu flokkarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Japanska Tomiko Itooka, andaðist 29. desember, 116 ára gomul
Elsti persónur í heiminum, japanska kvinnan Tomiko Itooka, er deyð, 116 ára gomul.
Hon varð fødd 23. mai 1908 í Osaka, og 29. desember andaðist hon á røktarheimi í býnum Ashiya, 116 ár og 220 dagar gomul. Eftir henni sita fýra børn og fimm ommubørn.
Itooka varð kosin elsti persónur í heiminum í september, eftir at amerikanska Maria Braynas andaðist, 117 ára gomul. Í desember 2023 gjørdist hon longu elsti persónur í Japan.
Itooka var elst av trimum systkjum. Sum ung spældi hon flogbólt, og hon hevði ein sera virknan lívsstíl, eisini tá hon bleiv eldri.
Tá hon var í 70unum gekk hon tvær ferðir upp á fjallið Otake, sum er 3.067 metrar høgt. Tá hon var í 80unum luttók hon eisini á pílagrímsferð, har hon vitjaði 33 tempul, og sum 100 ára gomul gekk hon niðan gjøgnum longu steintrappurnar til japanska Ashiya halgidómin uttan at brúka stav, skrivar Ritzau.
Japan er millum londini við hægsta livialdrinum í heiminum. Har er miðallivialdurin 85 ár. Í september 2024 vóru metnógvir japanarar, sum vóru 100 ár ella eldri - heilir 95.100 í tali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2025
Inah Canabarro Lucas hevur síðan 29. desember verið heimsins elsti núlivandi persónur
116 ára gamla brasilska nunnan Inah Canabarro Lucas hevur nú yvirtikið heitið sum elsti núlivandi persónur í heiminum.
Hon yvirtekur heitið frá japansku Tomiko Itooka, sum andaðist 29. desember, 116 ára gomul.
Inah Canabarro Lucas varð fødd í São Francisco de Assis í sunnara parti av Brasil í 1908. Hon hevur verið nunna, síðan hon var 20 ára gomul, og hevur hon í mong ár undirvíst í bæði støddfrøði og portugisiskum, skrivar Guinness World Records.
Inah Canabarro Lucas er næstelsta nunna, sum nakrantíð er skrásett. Elsta nunna, sum nakrantíð hevur livað, var Lucile Randon, eisini kend sum systur André. Frá apríl 2022 til januar 2023 var hon elsti persónur í heiminum. Hon gjørdist 118 ár og 340 dagar gomul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2025
Var í fleiri ár fíggjarmálaráðharri í stjórnunum hjá Anker Jørgensen. Vaks upp í føroyskari familju í Danmark
Fyrrverandi danski ráðharrin, Knud Heinesen, er deyður, upplýsir familja hansara fyri Ritzau. Knud Heinesen, hvørs fosturforeldur vóru føroyingar, gjørdist 92 ár.
Knud Heinesen var sosialdemokrat, og var fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Anker Jørgensen í árum 1975 til 1979 og aftur frá 1981 til 1982. Undan tí var hann í 1971 til 1973 kenslumálaráðharri í stjórnini hjá Jens Otto Krag.
Hann var fyrstu ferð valdur á fólkating í 1971 og sat á tingi til 1985.
Eftir at hann fór úr politikki í 1985, gjørdist hann stóri í Københavns Luftfartsvæsen og seinni í Spies/Tjæreborg og BRFkredit.
Árini 1996 til 1998 var hann formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum landsstýrið og danska stjórnin settu á stovn í 1992 sum partur av bjargingini av føroysku bankunum úr fíggjarkreppuni, sum herjaði í Føroyum tá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Flestu av ítróttargreinunum vera í høvuðsstaðarøkinum, men tað er eisini spjatt nakað út
Fyri jól kunngjørdi Oyggjaleikanevndin, at Betri Oyggjaleikir 2027 skulu "vera um alt landið".
Sí eisini: Minst fimm ymisk støð verða nýtt til tær 14 ítróttargreinarnar
Tá varð eisini greitt, hvørjar tær ymisku ítróttargreinarnar vera. Sum vant á Oyggjaleikum er talan um 14 ymiskar ítróttargreinar:
Badminton
Borðtennis
Bogaskjóting
Fimleikur
Frælsar ítróttir
Flogbóltur
Fótbóltur
Judo
Kurvabóltur
Skjóting
Súkkling
Svimjing
Tennis
Triatlon
Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítróttum, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis í Havn og nærhendis Havnina.
Kappast verður í í flogbólti og triatlon í Klaksvík, í bogaskjóting í Miðvági og í fimleiki í Runavík.
Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast, boðar Oyggjaleikanevndin frá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Arbeitt verður fram ímóti, at frá kappingarbyrjan 2026 fer VAR at verða brúkt í Betrideildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið
Tað er kent frá Champions League, Europa League og Conference League, og eisini tá føroyska manslandsliðið spælir EM- og HM-undankappingardystir, og í UEFA Nations League. Og nú er avgjørt, at VAR (Video Assistant Referee) eisini verður partur av Betrideildini hjá monnum.
- Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð, og eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk tá kappingarárið 2026 fer í gongd, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
FSF skrivar á heimasíðuni, at VAR fer at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Og tá kappingin endar, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.
(Mynd: FSF)
- Fyri trimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst, og føroysku dómararnir, ið dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
Dystarskráin í fremstu deildini hjá monnum fyri 2025 er nú klár. Ársins fyrsti dystur í Betrideildini verður í Gundadali fríggjadagin 7. mars millum HB og B68, og sunnudagin 9. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni
Fríggjadagin 7. mars fer fótbólturin av álvara á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betrideildini er nú klár, og eins og seinastu mongu árini verður lagt frá landi annað vikuskiftið í mars.
Ársins fyrsti dystur verður í Gundadali í Havn fríggjadagin 7. mars, har HB tekur ímóti B68. Sunnudagin 9. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: TB – Víkingur, NSÍ – B36, KÍ – 07 Vestur og FC Suðuroy – EB/Streymur.
Seinasta umfar fyri summarsteðgin verður spælt fyrst í juli mánað, og síðani verður byrjað aftur ólavsøkuaftan, tá B36 fær vitjan av TB. Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari í seinnu hálvu verða spældir 2. og 3. august.
Landskappingin hjá monnum endar leygardagin 25. oktobur. B36 tekur ímóti FC Suðuroy, Víkingur og HB hittast í Sarpugerði í Norðragøtu, NSÍ og KÍ møtast við Løkin í Runavík, á Dungasandi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti EB/Streymur, og við Stórá í Trongisvági fær TB vitjan av B68.
Øll kappingin sæst her: Betrideildin menn 2025
Í kappingini um Løgmanssteypið verður fyrsta umfar spælt mikudagin 9. apríl, fjórðingsfinalurnar eru á skránni annan páskadag, mánadagin 21. apríl og týsdagin 22. apríl, meðan fyrru og seinnu hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjadagin 31. oktobur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2025
NSÍ kunngjørdi í vikuni, at landsliðsleikarin Brandur Henriksson Olsen kemur til Runavíkar at spæla - harvið fylgir hann fótasporunum hjá stórabeiggja sínum
NSÍ hevur skrivað undir við Brand Hendriksson Olsen. Vælkendi skálvíkingurin hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála.
Brandur Hendriksson Olsen byrjaði sína fótbóltsleið í barndómsfelagnum, B71, men í 2011 fór hann til FC København at royna seg hjá danska stórfelagnum. Í fyrra helmingi av kappingini 2014/2015 fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, har hann seinni eisini fekk sett sín dám á endaliga úrslitið hjá FCK. Í steypafinaluni skoraði hann avgerandi málið til 3-2, og góðar tvær vikur seinni fekk hann einasta málið í seinasta dystinum móti OB, ið samstundis tryggjaði FCK annað plássið í landskappingini.
Brandur Hendriksson Olsen hevur síðani leikt við Vendsyssel FF og Randers FC í Danmark, FH Hafnafjørður í Íslandi, Helsingborgs IF í Svøríki og Frederikstad í Noreg, har hann hetta kappingarárið megnaði av blíva norskur steypavinnari.
Kreativi miðvallarin hevur ikki færri enn 63 landsdystir fyri Føroyar samanlagt, og hevur hann skorað seks mál.
Í fótasporinum hjá stórabeiggjanum
Við hesi flytingini gongur Brandur í somu fótasporum, sum stóribeiggin, Magnus Olsen.
Magnus, sum er 11 ár eldri enn Brandur, var fastur maður á U21-landsliðnum í 2007 og 2008. Magnus gjørdist søguligur í føroyskum fótbólti, tá hann 14. oktober 2007 skoraði málið í fyrsta sigrinum tá føroyska U21-landsliðnum yvirhøvur. Føroyar vunnu heima 1-0 á Aserbajan.
Magnus flutti í 2008 til B36 og í 2011 til NSÍ, sum hann umboðaði í besta liðið hjá felagnum i 139 dystum og skoraði 26 mál. Sambært Faroesoccer spældi hann seinasta skrásetta dystin fyri NSÍ í 2. deild í august 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2025
HB og finska felagið SJK Seinäjoki eru samd um at yvirtaka sterka føroyska miðverjan
Stóri og sterki miðverjin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi, verður ikki at síggja á føroysku leikvøllunum, tá fótbóltskappingin byrjar aftur í vár.
HB skrivaði í vikuni, at Chukwudi er seldur til finska felagið SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini.
Býurin Seiäjoki liggur góðar 300 kilometrar í ein útnyðring úr Helsingfors, nakað innan fyri Vaasa út móti finsku vesturstrondini. Talan er um 16. størsta býin í Finnlandi – har búgva, sambært Wikipedia knapt 67.000 fólk.
SJK hevur seinastu 11 árini spælt í bestu finsku fótbóltsdeildini, Veikkausliiga. Felagið hevur einaferð verið finskur meistari, tað var í 2015. Og einaferð finsku steypakappingina, tað var í 2016.
Seinastu tvey árini er felagið endað á fjórða plássi í finsku kappingini. SJK hevur sostatt vunnið sær pláss í Uefa Conference League í ár.
Samuel Johansen Chukwudi flutti í 2022 til Belgia har hann hevði sáttmála við stórfelagið Union SG og spældi við ungdómsliðinum har.
Hann hevur spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar, seinast tveri dystir í september móti Norðurmakedonia og Lettlandi. Hann er skrásettur fyri 61 dystir og 2 mál fyri HB í Betrideildini.
Samuel Chukwudi var í 2021 kosin Ársins Stjørnuskot á ÍtróttaFagnaðinum hjá ÍSF (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2025
Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024
Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.
Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024
Turið Arge Samuelsen skoraði heili 45 mál í trimum dystum eftir EM-endaspælið, og varð besti spælari í SMS-deildini triðja mánaðin á rað. Brian Slyne gjørdi bart fyri H71
Føroyska hondbóltsárið fór í gongd sunnudagin, og tað gerst meira og meira spennandi í grundspølunum - serliga hjá monnum har fimm stig eru á muni millum oddaliðið StÍF og Neistan á 6. plássi.
Besti spælari í Burn-deildini í einasta mánaði í 2024 var Brian Slyne. Kraftmikli bakkurin hjá H71 skoraði 21 mál í trimum dystum - níggju í tveimum dystum. H71 vann greitt á Team Klaksvík og Kyndli, har 21-ára gamli Brian serliga gekk á odda í seinna dystinum, men tapti beint fyri jól á Skála.
Støðan í Burn-deildini:
StÍF 16 stig
Kyndil 15 stig
VÍF 14 stig
H71 11 stig
KÍF 11 stig
Neistin 11 stig
Team Klaksvík 0 stig
Team Klaksvík hevur spælt 12 dystir - øll hini liðini hava spælt 11 dystir.
Brian Slyne var eisini týðandi partur av FM-heitinum í 2023/2024. Hann endaði 2024 væl (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Hjá kvinnum var ein yvir øllum hinum. Turið Arge Samuelsen boðaði eftir EM frá, at hon nú takkar fyri seg á landsliðnum, men hon fer ikki niður í ferð í føroysku kappingini.
Afturkomin eftir endaspælið skoraði hon heili 45 mál í teimum trimum dystinum hjá oddaliðnum Kyndli í desember: 20 mál í stórsigrinum á Stjørnini, 12 í meira tætta dystinum móti H71 og síðani 13 mál í risasigrinum móti EB.
Kyndil sær út til at stevna móti enn meira gulli í 2024/2025, og har er nú 30-ára gamla Turið Arge Samuelsen størsti lykilin - hon skoraði 14 ferðir í Vági farna vikuskiftið.
Støðan í SMS-deildini:
Kyndil 26 stig
H71 21 stig
VÍF 21 stig
Neistin 15 stig
StÍF 6 stig
EB 5 stig
Stjørnan 4 stig
VB 2 stig
Turið fyri triðju ferð á rað í SMS-deildini, og fer hon eftir meira gulli og helst eisini málmeti sínum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2025
EM-endaspælið í desember gjørdist tað seinasta hjá honum við danska kvinnulandsliðnum. Jesper Jensen stegðar eitt ár fyri, at sáttmálin millum partarnir gongur út
Fimm endaspøl á rað við heiðursmerki. Jesper Jensen hevur verið við at fingið danska kvinnulandsliðið upp móti heimstindinum eftir nøkur minni góð ár.
Skjótt endar tað. Jesper Jensen hevur sjálvur sagt stopp: Hann ynskir ikki longur at standa á odda fyri "Håndboldkvinderne".
Sáttmálin millum partarnir gongur annars ikki út fyrrenn á sumri 2026. Tað er hondbólturin í gerandisdegnum - og kanska eisini nýggjar avbjóðingar - ið 47-ára gamli danin saknar.
- Eg havi í míni skjótt fimm ár sum landsliðsvenjari verið ógvuliga glaður fyri starvið, og tað eri eg sum so framvegis. Men eg noyðist samstundis at ásanna, at eg sakni hondbólt í gerandisdegnum. Eg sakni dagligu menningina og sparringina við spælarar, og tað sjálvur at vera á hallargólvinum og síggja spælarar menna seg. Tí havi eg valt at støðga sum landsliðsvenjari.
Hetta sigur hann við miðilin danskhaandbold.dk, sum bar tíðindini mikudagin.
Har harmast tey um, at Jesper Jensen stegðar men fegnast samstundis um, at hann "letur liðið aftur í betri standi", enn tað var frammanundan. Seks hálvfinalur, trý bronsuheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki eru millum úrsltini seinastu fimm árini.
Gullið letur bíða eftir sær. Seinasti endaspælsdystur hjá Jesper Jensen var EM-finalan í desember, sum Noreg vann greitt.
Jesper Jensen var í fleiri ár settur venjari hjá Team Esbjerg, sum seinastu árini hevur verið tað mest vinnandi liðið í Danmark. Hann steðgaði har í summar - Dansk Håndbold ynskir ikki longur, at A-landsliðsvenjararnir hava størv í feløgum eisini. Jensen heldur fram nakrar mánaðir afturat, so fer hann eftir øllum at døma í nýtt starv. Danin er settur í samband við ungarska stórfelagið Ferencváros.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2025
Næstseinasta dag í árinum fór okkara kæri Heri Mohr um sýn, 99 ára gamal
Hóast havnamaður við stórum H, so var Heri ongantíð virkin sum leikari hjá okkum, men bleiv í búnum aldri sera virkin í okkara felagsskapi, hetta – hóast hann altíð hevði verið HB'ari – allarhelst mest av teirri orsøk, at sonurin, Gunnar, sum smádrongur bleiv virkin fótbóltsspælari.
Sum okkum eldri kunnugt, so var fíggjarliga støðan í felagnum seinru helvt av 80'unum einki serlig, men varð hóast tað - saman við B36 - arbeitt við at byggja nýtt HB- og B36 hús. Ein felagsnevnd, umboðandi bæði feløgini, arbeiddi við eini felags loysn, men bráddliga fór B36 einsamalt í gongd við sítt hús. Har stóðu vit.
Tá var tað at Heri, Eigil Hansen v. fl. tóku lógvatak saman - vit skuldu ikki vera aftanfyri í Gundadali.
Felagið HB-Stuðlar, sum ikki hevði verið virkið í nøkur ár, varð endurreist og fór til verka. Heri bleiv kassameistari, ein framúr ordansmaður við góðum skili fyri pengunum.
Her blivu lunnarnir lagdir undir tað framúr góða arbeiði í HB, har felagið síðani 1998 hevur vunnið 10 meistaraheitir.
Ein aðalfundur avgjørdi, at byggjast skuldi, og við tað at niðurgongdin í samfelagnum longu var byrjað, gjørdi hetta, at HB-húsið bleiv væl bíligari enn B36-húsið, og vóru fleiri veitingar komnar afturat. Alt hetta var væl skipað av góðum monnum sum Hera og Jógvani á Lað, og tá ið húsið var liðugt, kundi hjartabarnið hjá Hera, HB-Stuðlar, átaka sær at rinda eitt størri lán aftur, sum HB hevði tikið til húsið. HB kundi síðani savna seg um tað ítróttarliga. Ja so væl gekst hjá HB-Stuðlum, at HB lánið skjótt varð afturgoldið, og kundu HB-Stuðlar harumframt seta ein grunn á stovn, sum í 1999 veitti Tórsvølli eitt lán uppá 1 mill kr. við 8 % í rentu. Heri var sum fiskurin í vatninum.
Í 1998 varð partafelagið sett á stovn, og var samlaði felagsskapurin, tá undir leiðslu av trimum nevndum – HB starvsnevndn sum ovasta nevnd, partafelagið, sum tók sær av fremsta liðnum, og so stuðlanevndin, sum bert hevði eina uppgávu - at stuðla HB.
Eitt afturgangandi tiltak í HB er tann sonevnda stuðlaveitslan, sum er seinast í januar á hvørjum ári. Fyrr varð hon á góðum havnamáli nevnd kontrollørveitslan. Hana fann Heri uppá, fyri at takka teimum sum høvdu tikið eitt tak fyri HB árið fyri. Í Hera'sa ond, so skuldi hon einki kosta, einki atgongumerki skuldi keypast, og allur matur v.m. skuldig gerast uttan kostnað. Heri og Eigil vóru kokkar til fyrstu veitsluna, og tað skuldi vera culottesteig, men tað gekk so sum so við tí, tí báðir vildu bestemma, og úrslitið varð, at alt sigldi í blóði, og matarlysturin var ikki tann heilt stóri hjá luttakarunum, so teir samdust um, at næstu ferð skuldi tað verða ræst kjøt og súpan - og tað er tað enn.
HB-Stuðlar stóðu vanliga fyri Ólavsøkudystinum, og Heri hevði ábyrgd av innkrevjingini. Ein Ólavsøkuaftan spældi HB, og sera nógv fólk var til dystin. Heri fekk taskur aftur, men har var alt ov lítið av pengum komnir inn, og Heri var um at fara úr sínum góða skinni - her mátti okkurt vera heilt galið. Og tað var tað eisini. Tveir innkrevjarar – millum niðara og ovara vøll – hevði Heri ikki talt við, og hesir høvdu hildið eitt lítið sindur av Ólavsøku móti endanum av dystinum, og komu teir ikki inn í HB-húsið fyrr enn móti endanum av dystinum, við fullum taskum og lummum av pengum - tá bleiv Heri sissaður og glaður aftur.
Soleiðis var Hera'sa lívsleið. Ansaði væl eftir annanmans pengum og fór væl um tað fíggjarliga, bæði í privatum virkjum, á Gjaldstovuni í mong ár, og á Advokatfelagnum hjá Leif Waagstein í 25 ár. Álitismaður um ein háls og tað hava vit honum nógv fyri at takka.
At Heri bleiv heiðurslimur í HB tá hann gavst sum kassameistari í HB-Stuðlum í 2001, sum 76 ára gamal, var ein sjálvfylgja og væl uppiborið.
Nú Heri er farin, vilja vit takka honum fyri alt hansara íkast og stóra arbeiði hann framdi - HB at frama.
Friður verið yvir minni hansara.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2025