Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. desember 2024 | Nr. 51 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

88-ára gamli Sigfríður fyrstur at koyra gjøgnum tunlarnar

SíÐa 2

1 Leygardagur 21. desember 2024

Góðan lesihug, gott Vikuskifti og gleðilig jól

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Jólatrøll

Eftir at hava skrivað um Suðuroyartunnilin og høpisleysu ælanirnar um linjuføringina, skal verða tagt við hesum tunnlinum í hesi oddagrein, sum kortini fer at snúgva seg um tunnlar.

Tunnlar eru loysunarorðið fyri tíðina, kanska serliga tá talan er um at betra um vegakervið.

Og í vikuni, sum fór, var stórt hátíðarhald á Borðoynni í sambandi við at teir báðir tunnlarnir norður um Fjall alment vórðu tiknir í brúk.

Ein stórur dagur fyri norðoyingar, ikki minst tey, sum búgva norðuri í Sundinum og á Viðareiði. Tað er einki at ivast í, at hesir tunnlar, sum loysa av teir elstu tunnlarnir, sum enn eru/hava verið í brúki, koma í tøkum tíma, tí gomlu einsporaðu tunnlarnir úr Klaksvík til Árnafjarðar (frá 1965) og víðari til Norðdepils/Norðtoftir (frá 1967), hava ikki verið tíðarhóskandi, og hava ikki verið tað í langa tíð – í hvussu so er síðan tunnilin undir Leirvíksfjørð kom ígjøgnum, og ferðslan í Norðoyggjum harvið vaks munandi.

Og sigast má, at endiliga fekst fult gagn av Viðareiðistunnlinum, ið varð tikin í brúk fyri átta árum síðani, og sum onkursvegna – helst vegna politiskt snildni – varð koyrdur fram um hesar báðar tunnlarnar.

Og nokk so stuttligt, at tað eftirhondini er vorðin vani, at stórar tunnilsverkætlanir koma almenninginum til góðar sum jólagávur.

Tað er bert eitt ár síðani, at veitslurómur var á Sandoynni í sambandi við, at fjórði undirsjóvartunnilin varð latin upp, og vit onnur fingu høvi at fara jóladags biltúr í Sandoynna.

Nú fáa vit so endiliga høvi at fara norður um Fjall og til Viðareiðis uttan at óttast fyri at skulu troðka okkum gjøgnum trongu tunnlarnar, sum kundu tykjast sera ótespiligt fyri óvandar bilførarar á farðleiðini.

Nú verður so spennandi hvør jólagávan verður næsta ár.

Tríggir tunnlar eru í gerð. Ein kommunalur er í gerð í Havn, og hann er komin so mikið langt, at tann gávan er lovað okkum longu fyrst í komandi ári, so hann verður so ikki jólatrøll.

So eru tað hinir báðir, sum hava verið í gerð í fleiri ár. Fámjinstunnilin skuldi eftir ætlan vera liðugur í summar. Har eru trupulleikar við jarðfrøðini, verður sagt, vónandi eru teir ikki so stórir, at teir ikki kunnu loysast.

So er tað Dalstunnilin, ið hálovaða tunnilstoymið hjá landinum skuldi taka sær av. Okkurt bendir á, at tann loysnin hevur verið eitt sindur kiksað, tí hóast farið varð undir tunnilin fyri fýra árum síðani, so hoyrist onki um nær roknast kann við, at hann letur upp, og dalbingar mugu enn sættast við ræðandi farleiðina gjøgnum líðina.

Verður tað Famjins- ella Dalstunnilin, sum verður jólagávan komandi ár. Vónandi verður hvørgin jólatrøll.

Gleðilig jól.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 460

    Lisnar síður: 1815

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 21. desember 2024

88-ára gamli Sigfríður fyrstur at koyra gjøgnum tunlarnar

Elsti maðurin sum koyrir bil í Hvannasundi førdi Tórð Mikkelsen og kameraliðið hjá Kringvarpinum suðureftir frá økinum við Toftá - nú eru nýggju tunlarnar norður um Fjall latnir upp fyri almennari ferðslu

Eftir røðurnar hjá umboðum fyri Landsverk, landinum, Articon og Hvannasundskommunu fór fyrsti bilurin yvirum mótvegis Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Háríðarløta var hósdagin við Toftá - beint við nýggja tunnilsmunnan Hvannasundsmegin.

Eftir røðurnar hjá umboðum fyri Landsverk, landinum, Articon og Hvannasunds kommunu fór fyrsti bilurin yvirum mótvegis fyrst Árnafjørði og síðani Klaksvík.

Tað var 88-ára gamli Sigfríður Joensen, sum førdi bilin. Har vóru Tórður Mikkelsen og kamerafólk hjá Kringvarpinum við.

[object Object]

Sagt varð, at Sigfríður er elsti maður í Hvannasundi, sum enn koyrir bil. Hann fekk tí heiðurin at koyra "nýggja teinin".

Við rapportaran hjá KVF segði Sigfríður Joensen, at hann helst ikki fer at nýta tunnilin so nógv. Tó stórfegnast søguligi bilførarin um frambrotið, sum nýggju tunlarnir eru.

Teinurin, ið koyrdur varð, eru samanlagt líka yvir fýra kilometrar. Talan er um ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1.965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2.246 metrar, upplýsir Landsverk.

Nú eru hesir nýggju tunlarnir alment latnir upp fyri almennari ferðslu. 

Undan sjálvum hátíðarhaldinum nýttu nógv høvið til at renna ella súkkla norður gjøgnum tunnlarnar.

Jens Kr. Vang tók myndirnar frá hátíðarhaldinum hósdagin.

Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, skar snórin saman við Marjum Weihe Thomassen, stjóra á Landsverki

[object Object]Tríggir fegnir borgarstjórar. Katrin Næs, Hvannasunds kommuna, Karl Johansen, Klaksvíkar kommuna og Marita Sumberg, Viðareiðis kommuna

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

3
Leygardagur 21. desember 2024

Bergholini fáa stóran týdning fyri fólkið og vinnulívið

- Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur útróðrarmaðurin Gundur Sørensen

Gundur Sørensen (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur Gundur.

19. desembur lótu nýggju bergholini “norð um fjall” á Borðoynni alment upp. Áðrenn hátíðarhaldið, var møguligt hjá fólkið at ganga, renna ella súkkla gjøgnum tunlarnar.

Ein teirra sum gekk var útróðrarmaðurin Gundur Sørensen, skipari á línubátinum Anru, sum hoyrir heima í Hvannasundi.

Sjómanstrúboðarin hitti hann á ferðini, og fekk eitt prát við hann. Gundur segði millum annað:

- Gomlu tunlarnir hava síðstu árini avmarkað bæði fólkalívið og vinnulívið her norðuri. Fleiri fólk hava ikki hætta sær at koyrt gjøgnum tunlarnar og so hevur vinnulívið havt stórar avbjóðingar, tí stórir lastbilar og onnur stór arbeiðstól ikki eru sloppin gjøgnum teir.

- Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur hann.

- Hvannasund og Norðdepil liggja væl fyri til róður út á Norðhavið. Tá er væl styttri inn higar enn til dømis at sigla til Klaksvíkar, sigur Gundur.

Uppá fyrispurning um hvussu árið hevur hilnast, svarar hann.

- Tað er brúkiligt. Vit hava avreitt fyri umleið tíggju milliónir krónur. Veðrið hevur verið sera ólagaligt, so tað hevur avmarkað okkum nakað. Vit hava verið fimm túrar í Íslandi og teir vóru brúkiligir, hóast veðrið í Íslandi eisini hevur verið ilsligt, sigur Gundur.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Tá Gundur verður spurdur um útlitini fyri fiskiskapinum komandi árið, svarar hann:

- Eg veit ikki hvat eg skal siga. Útlitini eru rímulig, og so hava vit nóg mikið at fiskidøgum. Samstundis má eg siga, at eg skilji ikki myndugleikarnar, sum nú aftur vilja skerja fiskidagarnar við tíggju prosentum. Trýstið á fiskastovnin er lítið, tí fiskiflotin er nógv minkaður. Ringa veðrið er ein stórur “friðari” av landgrunninum, so lat flotan hava teir dagar vit hava, sigur Gundur Sørensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

4 Leygardagur 21. desember 2024

Nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu

Hákun og Petur Zachariasen vóru teir fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni

(Mynd: Kjartan Madsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggja brúgvin um Stórá varð tikin í nýtslu á hátíðarløtu leygardagin. Hákun og Petur Zachariasen vóru teir fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni.

Brúgvin varð tikin í nýtslu við horntónleiki frá Eiðis Ljómfelag og røðu frá Jógvani Kruse borgarstjóra.

Talan er um eina 22 metra langa og 6,5 metra breiða brúgv, ið er staðstoypt á sama staði, har tvær aðar brúgvar hava staðið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920'unum og miðskeiðis í 1950'unum varð onnur brúgv bygd á staðnum.

Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá, sigur Sunda kommuna.

Brúgvin knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman.

Fyrstur at koyra um brúnna var Hákun Zachariasen, ið hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.

[object Object]
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu (Mynd: Kjartan Madsen)

[object Object]
(Mynd: Kjartan Madsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

5

Størv

Vit sóknast eftir skrivstovufólki

Meira Umsóknarfreist: 03. januar 2025

Starv sum KT-fólk í Løgtinginum

Meira Umsóknarfreist: 03. januar 2025

Stjóri til teknisku fyrisitingina í Tórshavnar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 12. januar 2025

Direktör för Nordisk Kulturfond i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 26. januar 2025

Logistikkfólk til FarCargo

Meira Umsóknarfreist: 26. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til kemisku deild

Meira Umsóknarfreist: 03. januar 2025

Rådgivare/seniorrådgivare inom social- och hälsopolitik till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Sølufólk til FarCargo

Meira Umsóknarfreist: 26. desember 2024

Skrivstovulærlingur hjá Bygma Balslev

Meira Umsóknarfreist: 10. januar 2025

Vit sóknast eftir skrivstovulærlingi

Meira Umsóknarfreist: 03. januar 2025
6 Leygardagur 21. desember 2024

Polarstjørnan koppaði á sleipistøðini

Fekk slagsíðu tá hon skuldi upp á sleipistøðina í Klaksvík, sigur Frimodt Rasmussen. Eingin fólkaskaði var - nú skal tað kannast nærri

Tað ljóðaði hart, tá Polarstjørnan koppaði um tvey-tíðina hósdagin. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinnapartin hósdagin skuldi Polarstjørnan á beding í Klaksvík. Eitthvørt skuldi gerast við línuskipið frá 1970, men brádliga hoyrdist eitt buldur.

Hetta var um 14-tíðina. Polarstjørnan skuldi takast uppa á støðina, men hon kopppaði.

Frimodt Rasmussen sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at tað helst er talan um slagsíðu. Annars vita tey ikki heilt, hvat er hent enn.

- Vit er farin í gongd við at finna útav tí. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið.

Stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð staðfestir, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini.

Hvønn skaða Polarstjørnan hevur fingið er óvist.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

7 Leygardagur 21. desember 2024

24 fingu ríkisborgararætt hósdagin

Teirra millum ein møguliga komandi landsliðsspælari í fótbólti og integrasjónssamskipari í Útlendingastovuni

Géza Dávid Turi (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkatingið hevur í samtykt at geva 24 útlendingum, búsitandi í Føroyum, danskan ríkisborgararætt.

Lógaruppskotið um ríkisborgararætt varð samtykt við 3. viðgerð á Fólkatingi hósdagin. 79 fólkatingslimir atkvøddu fyri, 5 ímóti, 21 greiddu ikki atkvøðu og 75 vóru ikki til staðar í tingsalinum.

Nøvnini á nýggju ríkisborgarunum síggjast í lógaruppskotinum, og eisini í hvørjari kommunu, tey eru skrásett í. 24 úr Føroyum og 8 úr Grønlandi. Tilsamans vóru tað 2.014 fólk, sum fingu danskan ríkisborgaraskap í dag.

Millum nøvnini eru fótbóltsspælarin Geza David Turi, sum leingi hevur bíðað eftur hesum fyri á tann hátt at fáa møguleika at spæla á føroyska landsliðnum.

Onnur kend nøvn eru fyrrverandi fótbóltsleikarin Sorin Anghel, myndamaðurin Andrei Antal og integratiónssamskiparin á Útlendingastovuni, David Im, hvørs føðinavn er Wonik Im.

Teir nýggju ríkisborgararnir, sum eru búsitandi í Føroyum, eru hesi:

Tórshavnar kommuna: Valentino Acierno, Vasile Sorin Anghel-Olaru, Elena Ciurci,  Patcharee Areesaman, Jessica Deliso Dam, Krongrak Jøkladal, Alexandre Alexandrovic Kouzkin, Ari Srish Nandi, Fridah Moraa Reinert, Sanong Yakham

Sørvágs kommuna: Abby Mae Bernardo, Juvelyn Gorres Davidsen, Sladjana Petrovic, Samylyn Bernardo Villanueva

Eysturkommuna: Geza David Turi, Jacob Bacalso

Klaksvíkar kommuna: Ewelina Bernadeta Joensen, Wonik Im

Vestmanna kommuna: Andrei Vladut Antal

Eiðis kommuna: Somsri Gullbein

Runavíkar kommuna: Imely Rose Baysic Miðberg

Vága kommuna: Jaturong Suma

Nes kommuna: Lou Goureh Nina Suy 

(Eitt navn er strikað av listanum aftur eftir áheitan frá borgaranum sjálvum)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

8 Leygardagur 21. desember 2024

35 milliónir frá A.P. Møller Fonden til nýtt sjósavn

Tveir triðingar av neyðugu fíggingini eru nú komnir til vega

(Mynd: Sjósavnið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

"A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal" hevur valt at stuðla ætlanunum at byggja nýtt Føroya Sjósavn við 35 mió kr.

Hesum boðar Føroya Sjósavn frá hósdagin.

Grunnurin vísir á stóra týdningin, eitt slíkt sjósavn kann hava fyri føroyska samfelagið og vónar, at stuðulin av álvara setir ferð á ætlanirnar um at byggja eitt ikoniskt oceanarium í vakra Sandagerði.

Fleiri av áhugaðu útlendsku grunnunum undraðust á, at Løgtingið ikki lat íløgustuðul til eina slíka verkætlan og høvdu hug at aftrast. Men A.P. Møller Fonden játtaði tó við teirri áheitan, at arbeitt bleiv víðari við at fáa landið við. Í gjár eydnaðist so at fáa eina minni játtan í fíggjarlógina fyri 2025.

Við gávuni stuðlar A.P. Møller Grunnurin føroysku royndunum at varðveita sambandið við og kunnleikan til havið uttan um okkum. Við sjósavninum fáa føroyingar og ferðafólk her munandi betri møguleikar at skilja og uppliva serstaka náttúrumargfeldið í undir vatnskorpuni.

Við hesum eru 2/3 av neyðugu fíggingini fingin til vega, og 2025 verður brúkt til at fáa tað seinasta upp á pláss. Higartil hevur Tórshavnar Kommuna játtað 15 mió, Betri 10 mió og Fólkatingið 15 mió.

Eisini hevur sjóvinnan víst stóran áhuga fyri at stuðla og hevur higartil latið 1,2 mió kr. til projekteringina. Í mun til okkara grannalond er ikki vanligt í Føroyum at vinnan er við til at stuðla slíkar byggiverkætlanir. Burtursæð frá Betri Stuðulsgrunninum eru ikki stórir grunnar, bygdir á fæið hjá vinnufyritøkum. Tí er hetta ein spennandi gongd, sum vónandi kann mennast.

- Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya Sjósavn, Føroyar og fyri samfeløgini í Norðuratlantshavi. 99,5 prosent av Føroyum er hav. Í einum landi, har meira enn 90 prosent av okkara útflutningi kemur úr sjónum, og vit liva tætt upp at havinum hvønn einasta dag, tá er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Vit takka A.P. Møller Fonden fyri, at vit við hesum eru komin eitt risa fet nærri at gera okkara hugsjón til veruleika, sigur formaður í Føroya Sjósavni, Dánial Hoydal.

Nýggja sjósavnið verður bygt á somu grund á Argjum, har Føroya Sjósavn liggur í dag. Harvið verða eingi inntriv gjørd í náttúruna. Tað eru Arkitektar99/LOFTI Arkitektar, ið hava gjørt skitsuuppskotið til tað 2.230 fermetra stóra byggjaríið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

9 Leygardagur 21. desember 2024

Fíggjarlógin fyri 2025 samtykt

Bara Jenis av Rana atkvøddi ímóti – partamaður hansara atkvøddi fyri

Miðflokkurin er ikki samdur um figgjarlógina. Steffan K. Poulsen atkvøddi fyri og Jenis av Rana ímóti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir 18 atkvøðugreiðslur var fíggjarløgtingslógin fyri 2025 samtykt á Føroya løgtingi. Tað hendi beint fyri klokkan 18 mikudagin.

Eftir drúgva triðju viðgerð fór tingið í holt við at atkvøða, fyrst um tey 17 broytingaruppskotini, sum vóru komin til triðju viðgerð.

Samgongan stóð fast við sína fíggjarlóg, og atkvøddi einans fyri broytingini, sum teirra egnu limir í fíggjarnevndini vóru komin við, og sum snýr seg um at hækka játtanina til fólkaskúlan við 1,8 milliónum krónum afturat tí, sum varð samtykt við aðru viðgerð.

Hini 16 uppskotini, sum vóru frá andstøðuni, fullu øll við at samgongan atkvøddi ímóti.

Samlaða fíggjarlógin varð síðan samtykt við 21 atkvøðum fyri, einari ímóti og fimm blonkum atkvøðum.

Miðflokkurin var spjaddur í hesum málinum. Jenis av Rana atkvøddi ímóti og Steffan K. Poulsen atkvøddi fyri. Tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum atkvøddu blankt.

Løgtingsfundurin endaði við, at “Gleðilig jól” varð sungin. Løgtingið kemur saman aftur 15. januar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

10 Leygardagur 21. desember 2024

Føroyingar við arbeiði í Noregi fáa trý ára skiftistíð

Fíggjarmálaráðið slakar nú nakað, og fer hetta at geva 15-17 milliónir færri enn væntað í inntøkum næstu trý árini. Skiftið skal vera meira lagaligt, men skattaumskipan verður annars óbroytt, staðfestir aðalráðið

Ruth Vang sigur við Kringvarpið, at hetta konkret fer at broyta lítið: Lógarumskipanin verður tann sama, men ein hægri uttanlandsfrádráttur verður í trý ár. Hetta skal hjálpa føroyingum við bústaði her og starvi uttanlands við tillaging (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu tíðina hevur Ruth Vang verið fyri hørðum atfinningum. Høvuðsorsøkin er, at sum partur av skattaumskipanina skulu føroyingar, sum búgva í Føroyum men arbeiða uttanlands, rinda væl meira í skatti enn frammanundan.

Hetta stendur til serliga at ganga útyvir teimum útvið 700 føroyingunum, ið starvast í Noregi - harav teir flestu starvast í "offshore-vinnuni" ella líknandi.

Mótmælini hava verið nógv, harðmælt og ramaskríggj hevur verið frá andstøðuni eisini.

Nú er eisini ein broyting komin. Jón Brian Hvidtfeldt úr KVF spurdi í hesum sambandi Ruth Vang, um hon er bakkað fyri trýsti. Hesum vildi landsstýriskvinnan við fíggjarmálum ikki svarað beinleiðis uppá, men í øllum førum kom fráboðan í gjárkvøldið úr Fíggjarmálaráðnum

Har verður fráboðað, at ein skiftisregla skal setast inn í skattalóggávuna, soleiðis at føroyingar við arbeiði í Noregi fáa trý ára skiftistíð við hægri frádrátti.

- Hesi fáa ein hægri uttanlandsfrádrátt í trý ár. Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina. 

Spurd um hvat hetta fór at kosta landskassanum í skattainntøkum næstu trý árini, staðfesti Ruth Vang, at tað fór at liggja millum 15 og 17 milliónir krónur. Hetta broytir tó ikki tað grundleggjandi í skattaumskipanina - tað skal tó meira hjálpa til at tillaga seg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

11 Leygardagur 21. desember 2024

Integratiónslógin samtykt

- Nýggja lógin fer at hava við sær, at tilflytarin í størri mun enn fyrr kann kenna síni rættindi og skyldur og vita, hvat føroyska samfelagið væntar av honum, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti í gjár lógaruppskotið um integratión frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni við lógarmálum. Talan er um nýggja lóggávu, sum skal skipa tilgongdina fyri integratión í Føroyum.

Uppskotið gevur myndugleikum greiðar heimildir at seta í verk og fremja integratiónsfremjandi átøk og gevur góðar karmar at skipa økið best møguligt.

Yvirskipað er endamálið við integratiónslógini at betra um integratiónina hjá tilflytarum. Hetta skal gerast við at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at vera fíggjarliga sjálvbjargin og at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og siðvenjur í føroyska samfelagnum.

- Tað er uppá tíðina, at vit fáa skipað viðurskifti í sambandi við integratión í Føroyum. Nýggja lógin fer at hava við sær, at tilflytarin í størri mun enn fyrr kann kenna síni rættindi og skyldur og vita, hvat føroyska samfelagið væntar av honum, og hvar hann kann fáa hjálp og kunning um neyðugt, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við integratiónsmálum.

[object Object]
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við integratiónsmálum (Savnsmynd)

Lógaruppskotið er galdandi fyri allir útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, tó so, at skilt verður millum ymisk sløg av uppihaldsloyvi.

Serlig atlit skulu tó takast fyri at tryggja børnum og ungum, sum koma til landið, væl eydnaða integratión, uttan mun til hvat slag av uppihaldsloyvi, tey hava.

Lógaruppskotið áleggur bæði landi og kommunum at veita ymisk integratiónstilboð. Samstundis verða ymisk krøv sett til tilflytarar.

Uppskotið ber í sær, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar mugu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið. Besta integratiónin fer tó fram í samspælið millum menniskju í frítíð, á arbeiðsplássum og í skúlum og dagstovnum. Hetta skal uppskotið seta bestu karmar fyri.

Arbeitt hevur verið við uppskotinum síðsta hálvtannað árið, og nógvir ymiskir bólkar hava verið hoyrdir, meðan arbeitt hevur verið við tí.

Lógaruppskotið kemur í gildi 1. juli 2025, tó so at summar ásetingar koma í gildi 1. januar 2026 og 1. juli 2026.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

12 Leygardagur 21. desember 2024

Føroyar fáa varaformannin í Arktiska ráðnum

Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027. Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin - formanssessin

- Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni, sigur Høgni Hoydal
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.

Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað. 

Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026.

- Arktiska ráðið er høvuðspallur fyri reglubundnum samstarvi millum arktiskar tjóðir, upprunafólk og viðkomandi áhugapartar, m.a. granskingarumhvørvið. Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni. Við støði í arktiska politikkinum, sum varð einmælt samtyktur í vár, fara vit at stuðla undir arbeiðið í Arktiska ráðnum og einum styrktum mótstøðuføri í arktiska økinum, og virka fyri, at fólkaræðislig burðardygd verður stavnhaldið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum.

Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

13 Leygardagur 21. desember 2024

Hópin av møguleikum á Jobmatch

Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk frá ALS

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í ár verður Norðurlandahúsið aftur fullsett við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum sóknasti eftir starvi ella øðrum avbjóðingum í Føroyum.

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.

Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk. Tað er ALS sum tekur sær av hesari uppgávu í samstarvi við Jobmatch, og fer tað fram á bási teirra í Skálanum. Til ber at taka sítt CV við og fáa tað eftirmett á básinum hjá ALS.

Somuleiðis kunnu vitjandi fáa vegleiðing í mun til útbúgving-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Hetta er ein ráðgeving, sum Vegleiðingarstovan í samstarvi við Jobmatch bjóðar øllum teim vitjandi, og ber tað til at bíleggja sær eitt prát við Vegleiðingarstovuna inni á jobmatch.fo

Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til sunnudagin 29. desember kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð.

- Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan millum annað framleiðslu, heilsu, hondverk, tænastu og fyrisiting.  Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, sigur Katrin I. Gregersen, fyriskipari av Jobmatch.

Jobmatch starvstevnan verður mánadagin 30. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

14 Leygardagur 21. desember 2024

Panthøllin í Sandavági liðug í mars 2026

Sáttmáli varð undirskrivaður í vikuni. Byggingin fer í gongd beinanvegin

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, og Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, skrivaðu undir sáttmálan
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin var sáttmáli undirskrivaður millum IRF og MTV Byggivirkið um bygging av nýggjari panthøll.

Staðsetingin av panthøllini er í Sandavági, og byggingin fer í gongd beinanvegin.

Bygningurin verður gott 1.000 fermetrar og skal m.a. rúma skiljimaskinum, goymslu, móttøku og fyrisiting.

Tað er MTV Byggivirkið, sum er byggiharri, arkitektafyritøkan Henning Larsen hevur teknað bygningin, og PB Consult er høvuðsráðgevi.

Panthøllin skal standa klár tann 30. mars 2026, tá ið nýggja pantskipanin eftir ætlan verður sett í verk.

[object Object]Fleiri partar varða av verkætlanini. Her standa forkvinnan í IRF, Gunvá við Keldu, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, saman við umboðum frá MTV Byggivirkið, Henning Larsen arkitektum, PB Consult umframt nevndarlimum og leiðslu hjá IRF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

15 Leygardagur 21. desember 2024

Sølan nógv økt seinastu árini

Greining av gongdini hjá orkufeløgunum Effo og Magn

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Í Føroyum hava vit nú trý feløg, sum selja og veita tænastur innan oljusølu. Hesi feløg eru Pf. Magn, Pf. Effo og so Spf. Krafta, sum var stovnað i 2023.

Í hesi greiningini vilja vit tó einans vísa almenn roknskapartøl frá Magn og Effo, sum bæði ígjøgnum nógv ár hava virkað í Føroyum, og í stóran mun hava deilt um vinnuliga og privata marknaðin í Føroyum. Hvussu tað fer at merkja kappingina, nú ein nýggjur aktørur, Krafta er komin inn á marknaðin, fara vit væntandi at frætta meira um komandi árini.

[object Object]

Sølan er nógv økt síðstu árini
Tað hevur verið rættiliga javn býtið av søluni millum Effo og Magn síðstu 20 árini. Onkur ár hevur Magn verið eitt sindur omanfyri og onkur ár hevur Effo verið fremri. Nøkur ár hevur eisini óvanliga javnt millum feløgini.

Um vit hyggja nærri eftir sølutølunum samanlagt síðstu 20 árini, kunnu vit síggja hetta marknaðarbýti av søluni.

[object Object]

Hesi síðstu 20 árini hevur Effo selt fyri yvir 16 milliardir krónur og hevur havt ein samlaðan marknaðarpart á 51,2 prosent, meðan Magn hevur 48,8 prosent í marknaðarparti fyri sína sølu á 15,3 milliardir krónur.

Sølan hjá bæði Magn og Effo øktist annars munandi í 2022, og fyri fyrstu ferð nakrantíð fór sølan hjá báðum feløgunum langt uppum milliardina.

Tó kunnu vit viðmerkja, at tað sæst ein ávís broyting í tølunum síðani 2020. Tað sæst á tølunum, at Effo hevur munin á søluni síðstu fýra árini. Serliga er sølan hjá Effo væl hægri í 2023, tá sølan hjá Effo var 357 milliónir krónur hægri enn hjá Magn.

Samlaða sølan hjá Effo í 2023 var 1.417 milliónir krónur sammett við 1.060 milliónir krónur hjá Magn.

Sambært leiðslufrágreiðingina hjá Magn fyri 2023 verður greitt frá at serliga minking av sølu til útlendsk skip er ein av orsøkunum til fallið í søluni á 433 milliónir krónur í 2023. Uttan at hetta stendur beinleiðis verður mett at revsitiltøkini mótvegis russiskum skipum í føroyskum havnum hava havt sína ávirkan.

Í leiðslufrágreiðingini hjá Effo fyri ársfrágreiðingina 2023 stendur at fallið í søluni, sum var 181 milliónir krónur stavar eitt nú frá minking av sølu til útlendsk skip, herundir russisk skip, eftir revsitiltøkini komu í gildið í føroyskum havnum. Ávís minking er eisini í sølu av brennuolju til sethús og til akfør, meðan sølan til skip og virkir veksur.

Roknskapartølini hjá Pf. Effo og Pf. Magn

[object Object]

Tað má staðfestast, at bæði feløgini, Effo og Magn, hava havt rímuliga góð úrslit síðstu árini.

Um vit hyggja eftir tølunum síðani 2020, so kann síggjast at Effo hevði besta úrslitið í 2020.

Síðani hevði Magn bestu úrslitini í 2021 og 2022, har Magn hevði 48,2 milliónir krónur í avlopið sammett við 39,8 milliónir krónur.

Í roknskapunum fyri 2023 er aftur vend komin í, soleiðis at Effo hevði eitt ársúrslit á 49,5 milliónir, meðan Magn hevði 32,1 milliónir krónur í ársúrsliti, sum var 16,1 milliónir verri enn í 2022.

Ein av orsøkunum til minkaða ársúrslitið hjá Magn er, umframt fallið í søluni í 2023, somuleiðis at felagið hevði 16,8 milliónir í netto rentuútreiðslum í 2023, meðan Effo bert hevði 5,7 milliónir krónur í netto rentuútreiðslum.

[object Object]

Fíggjarstøðan hjá Pf. Magn og Pf. Effo

[object Object]

Stórur munur er á fíggjarstøðuni hjá Effo og hjá Magn.

Størsta orsøkin til stóra munin er, at Effo kom á føroyskar hendur og fekk nýggjar partaeigarar í 2007 meðan Magn fekk nýggjar eigarar í 2021.

Eigaraskiftið í 2021 og fígging av hesum er beinleiðis orsøkin til, at langfreistaða skuldin hjá Magn er væl størri enn hjá Effo umframt at eginpeningurin eisini er væl lægri.

Tó skulu vit beinanvegin siga, at Magn framvegis hevur eitt somikið gott rakstraravlop, at ein langfreiðsta skuld á 200 milliónir krónur als ikki er nakar stórur fíggjarligur váði, um verandi rakstrarlønsemi heldur á fram.

Lyklatølini
Um hugt verður eftir fíggjarligu lyklatølunum, so mugu vit staðfesta at Effo er eitt fíggjarliga væl sterkari felag enn Magn við árslok 2023. Serliga tá hugt verður eftir eginpeninginum og trygdarevninum. Effo hevði í 2023 eitt trygdarevni á 37 prosent meðan Magn hevur eitt trygdarevni á einans 7,4 prosent.

[object Object]

Ognaravkastið og yvirskotsgradin var tó í 2023 eitt sindur betur hjá Magn (16,5 prosent) sammett við Effo (15,4 prosent).

Somuleiðis er yvirskotsgradin hjá Magn (5,6 prosent) eitt sindur betur enn hjá Effo (4,8 prosent) í 2023.

[object Object]

Marginalarnir í yvirskotsgradini eru lækkaðir hjá Effo síðstu átta árini meðan Magn liggur á átta ára miðal marginalinum í 2023.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

16 Leygardagur 21. desember 2024

Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum

Fólkapensjónin hækkar upp til 475 krónur um mánaðin, og harumframt hækkar útgjaldið frá Samhaldsfasta

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2025 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar við 3,6 prosentum.

Fólkapensjónin hækkar við millum 390 krónum til 475 krónur um mánaðin, og harumframt hækkar útgjaldið frá Samhaldsfasta.

Hjá persóni, sum fær hægstu fyritíðarpensjón, hækkar pensjónin við 480 og 565 krónum um mánaðin til ávikavist gift og ógift. 

Flestu almannaveitingar eru knýttar at kunngerðini, og sostatt hækka flestu almannaveitingar.

Upphæddirnar, sum verða galdandi í 2025 kunnu síggjast her: kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2025


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

17 Leygardagur 21. desember 2024

Almennir pengar floyma inn í Miðlahúsið

Miðlahúsið fær knappar tvær milliónir í miðlastuðli. Sosialurin og Dimmalætting hava fingið játtan til flestar miðlaverkætlanir

Sosialurin og Dimmalætting halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Almennar krónur floyma inn í Miðlahúsið, sum í ár hevur fingið knappar tvær milliónir í miðlastuðli.

Herfyri var miðlastuðul latin 25 verkætlanum hjá fimm miðlum. Tríggir milliónir eru settar av til miðlastuðul á fíggjarlógini, og 70 prosent av játtanini verður latin til verkætlanir og 30 prosent til lønarstuðul.

Miðlastuðulsnevndin hevur gjørt frágreiðing fyri 2024 og har er greitt, at eitt miðlasamtak fer avstað við meginpartinum.

80 umsóknir vórðu latnar inn, men Sosialurin og Dimmalætting hava sambært miðlastuðulsnevndini havt so mikið góðar umsóknir, at teir miðlarnir, sum halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni, fingu játtað ávikavist góða millión krónur og 400.000 krónur.

Sosialurin fekk játtan til tíggju verkætlanir og Dimmalætting fekk sjey verkætlanir játtaðar.

Harumframt fekk Sosialurin 348.000 krónur í lønarstuðli, sum verður latin eftir skjalprógvaðum lønarútreiðslum.

Hendan stuðulin fekk Dimmalætting tó ikki. Dimmalætting var mett at hava slíkt tilknýti til Sosialin, at miðlarnir ikki kundu metast sum verandi sínámillum sjálvstøðugir, sum er ein treyt fyri at fáa játtað miðlastuðul.

Men tilsamans fekk Miðlahúsið næstan 1,9 milliónir krónur í miðlastuðli fyri 2024.

Pláss hevur eisini verið fyri øðrum miðlum.

FM1 fekk játtan til fimm verkætlanir aftur at lønarstuðlinum, og fekk tilsamans góðar 400.000 krónur í miðlastuðli.

Knassar sum rekur Portalin hava fingið játtan til tvær verkætlanir umframt lønarstuðul. Tilsamans fær Portalurin 374.869,72 krónur í miðlastuðli fyri 2024.

Broyting næsta ár

Í frágreiðingini frá miðlastuðulsnevndini verður komið inn á, at ætlanin er at broyta stuðulin næsta ár. Semja er millum umboðini fyri samgonguflokkarnar í miðlamálum um at 30 prosent av játtanini frameftir fer til rakstur og 70 prosent av játtanini fer til íverksetan. At seta á stovn nýggjar miðlar.

Hesar verkætlanir fingu stuðul í 2024


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hesir miðlar fingu lønarstøðul í 2024


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

18 Leygardagur 21. desember 2024

Árliga íløguavkastið hjá føroysku feløgunum munandi lægri enn hjá donskum feløgum

Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, og kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2019 til 2023 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,2 prosent, meðan avkastið hjá donskum feløgum var 6,8 prosent

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum. Talan er um ta fjórðu kanningina av hesum slagi.

Endamálið við kanningini er einans at samanbera samlaða árliga íløguavkastið hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Kanningin kann ikki nýtast sum ein forsøgn um framtíðar íløguavkast.

Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2019 - 2023 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,2 prosent, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var 6,8 prosent. Ein tílíkur munur hevur eisini verið í 10-ára tíðarskeiðinum 2014-2023, tá árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal var 3,0 prosent í mun til 6,0 prosent hjá teimum donsku feløgunum.

Ein høvuðsorsøk til lægra íløguavkastið er, at føroysku feløgini hava sett sínar íløgur øðrvísi saman enn donsk feløg. Tey føroysku feløgini hava søguliga havt ein varnari váðaprofil, har tey hava sett ein munandi størri part av íløgunum í lágrentu stats- og realkreditlánsbrøv og ein munandi minni part í partabrøv. Hesin munur er minkaður, serliga seinnu árini.

Miðal íløguavkastið hjá teimum einstøku føroysku feløgunum, sum vóru virkin í 2023, liggur ímillum 3,2 og 3,5 prosent í tíðarskeiðnum 2019 til 2023, og millum 2,8 og 3,4 prosent í tíðarskeiðnum 2014-2023.

Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta einki um, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, skatti, bonus v.m.

Íløguavkastið hevur sera stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Hetta kann lýsast við einum dømi um ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 krónur um mánaðin og rindar 15 prosent í eftirløn, sum svarar til 2.700 krónur um mánaðin aftaná 40 prosent í eftirlønarskatti.

Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 3,2 prosent í miðal givið eitt samanspart virði á umleið 2,6 milliónir krónur aftan á 40 ár.

Um íløguavkastið hevði verið 6,8 prosent, hevði samansparda virðið ístaðin verið umleið 6,7 milliónir krónur, sum er meira enn tvífalt so stórt.

Nevndu tøl siga einki um, hvussu stórt samanspart virðið ein einstakur eftirlønarsamansparari í veruleikanum hevur í væntu, men lýsa einans stóra týdningin, ið íløguavkastið hevur fyri samansparda virðið í longdini.

Tryggingareftirlitið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

19 Leygardagur 21. desember 2024

Her verður Paul Watson leyslatin

Paul Watson varð týsdagin leyslatin eftir at hava sitið í varðhaldi í Nuuk síðan 21. juli

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umhvørisaktivisturin Paul Watson varð týsdagin leyslatin frá anstalten í Nuuk, har hann síðan 21. juli hevur sitið í varðhaldi.

Har hevur hann bíðað eftir einari avgerð frá danska løgmálaráðnum, um hann skuldi útflýggjast til Japans. Og nú er avgerð altso tikin um, at hann ikki skal útflýggjast, men sleppur heim aftur til Fraklands, har hann býr saman við fanilju sínari.

Paul Watson er amerikansk-kanadiskur statsborgari, og varð handtikin í Nuuk tá hann við skipinum John Paul de Joria var á veg til Japan at stríðast móti hvaladrápi.

Lagt varð at í grønlendska høvuðsstaðnum fyri at bunkra til longu ferðina.

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

20 Leygardagur 21. desember 2024

– Var ongantíð komin heimaftur úr Japan

– Varð eg sendur til Japan, var eg ongantíð komin heim, sigur Paul Watson. Í Japan eru tey vónbrotin av avgerðini hjá danska løgmálaráðnum, sigur talsfólk hjá japansku stjornini

Paul Watson (Mynd: Sermitsiaq)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

- Tað var ein lætti, sigur Paul Watson, sum týsmorgunin varð leyslatin úr fongslinum í Nuuk, har hann hevði sitið, síðan hann varð handtikin 21. juli.

– Tað einasta, eg verilga bar ótta fyri var, at eg ikki hava sæð børn míni síðan juni, og at eg sakni tey. Men onkuntíð má mann í fongsul fyri at fáa sín boðskap ígjøgnum, segði Watson við TV2 News týsdagin.

Paul Watson varð handtikin í juli orsakað av handtøkuboðum úr Japan, sum ynski at rættarsøkja hann fyri brotsverk framd í 2010. Danska løgmálaráðið hevur tó nú avgjørt, at Watson skal ikki útflýggjast til Japan, og tí varð hann leyslatin týsdagin.

– Eg visti einki um tað. Tú fyrireikar teg til tað ringasta og vónar tað besta, sigur Watson.

– Varð eg sendur til Japan, var eg ongantíð komin heim. Tað eri eg rættiliga vísir í.

Sambært Ritzau eru tey í Japan vónbrotin av donsku avgerðini.

– Tað er harmiligt, at danska stjórnin ikki góðtekur umbønina hjá Japan um at fáa hann útflýggjaðan, sigur talsfólk hjá japansku stjórnini, Yoshimasa Hayashi..



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

21 Leygardagur 21. desember 2024

- Óskiljandi at Paul Watson er leyslatin

Tað skalar rættarkensluna hjá okkum øllum, at Paul Watson er leyslatin, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður

Paul Watson uttanfyri Anstalten í Nuuk í gjár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- At Paul Watson ikki skal standa til svars fyri sínar gerðir, er fyri mær óskiljandi.

Tað sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, um avgerðina hjá danska Løgmálaráðnum um ikki at ganga umsóknini úr Japan á møti, at útflýggja Paul Watson til rættarsókn.

[object Object]Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðan julimánað, meðan myndugleikarnir hava viðgjørt málið.

- Paul Watson er ein altjóða brotsmaður. Men ikki hevur tað eydnast at reist ákæru móti honum og latið dóm fella, tí maðurin flýggjar undan rættarskipanunum kring heimin. At leyslata Paul Watson skalar rættarkensluna hjá teimum, sum hava kent avleiðingarnar av hansara framferðarhátti gjøgnum áratíggju, heldur landsstýrismaðurin.

- Føroyingar kenna alt til hansara framferðarhátt. Vit liva við honum hvønn dag. Og tað skuldi ikki ganga nógv meira enn eitt samdøgur frá at hann varð leyslatin, til hann kunngjørdi, at hann í næsta ár fer at gera seg inn á íslendska hvalaveiðu.

- Maðurin er altso leyslatin, hóast hann opið og erliga sigur ”Eg havi gjørt tað, eg geri tað, og eg fari at gera tað umaftur”, ger landsstýrismaðurin vart við.

Paul Watson varð handtikin 21. juli í havnini í Nuuk, tá hann við skipi sínum John Paul de Joria legði at fyri at bunkra á veg til Japan at stríðast móti hvalaveiðu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

22 Leygardagur 21. desember 2024

– Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá grindaaktivistum í Føroyum

Grindamannafelagið sigur seg stúra fyri framtíðini, nú danska løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at leyslata Paul Watson

Paul Watson varð týsdagin leyslatin, eftir at hava sitið fimm mánaðir í fongsli í Nuuk (Savnsmynd: Captain paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Grindamannafelagið sigur seg stúra fyri framtíðini, nú avgerð varð tikin um at leyslata Paul Watson heldur enn at útflýggja hann til Japan.

– Við hesum avgerðunum hevur Danmark óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum. Hetta kann føra til keðiligar avleiðingar í framtíðini, og vit mugu ikki koma hartil, at øll ikki eru líka fyri lógini, sigur Grindamannafelagið í skrivi.

– Watson og hansara felagsskapur er væl kendur í Føroyum. Fyrstu ferð tey vóru her var í 1986, og vit minnast hvussu hann valdi at bróta landsins lógir, og síðani rýma úr landinum, uttan at tað fekk rættarligar avleiðingar fyri nakran.

– Árini ganga og vit mugu staðfesta, at felagsskapurin hjá Watson enn er virkin her á landi, og framvegis verða landsins lógir ikki hildnar. Tað sóu vit m.a. fleiri ferðir farna summar, tá grindir blivu hildnar til, sigur felagið.

Les meira her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

23 Leygardagur 21. desember 2024

Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg

Gunvá við Keldu, Óli M. Lassen og Jóhanna C. Christiansen, øll í Fólkaflokkinum, og Tummas J. Lervig í Javnaðarflokkinum takkaðu fyri seg

Tummas J. Lervig, Gunvá við Keldu, Jóhanna C. Christiansen og Óli M. Lassen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóskvøldið var seinasti regluligi býráðsfundur hjá Klaksvíkar býráð, sum varð eyðkendur av, at hetta verður seinasti býráðsfundur á hesum sinni hjá fýra av býráðslimunum.

Tey fýra, sum hesaferð valdu ikki at stilla uppaftur, eru Gunvá við Keldu, Óli M. Lassen og Jóhanna C. Christiansen, øll í Fólkaflokkinum, og Tummas J. Lervig í Javnaðarflokkinum.

Jóhanna C. Christiansen hevur verið býráðslimur valskeiðið 2021-24. Hesa setuna hevur hon eitt nú verið forkvinna í mentanarnevndini og í stýrinum fyri Grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík. Jóhanna er bókhaldslærd og virkin vinnulívskvinna.

Óli M. Lassen hevur verið býráðslimur í trý valskeið, 2009-12, 2017-20 og 2021-24. Eitt nú hevur hann í hesum tíðarskeiði verið formaður í teknisku nevnd og havna- og vinnunevndini. Óli er búskaparliga útbúgvin og virkin vinnulívsmaður.

Gunvá við Keldu er tann av fráfarandi býráðslimunum, ið hevur sitið longst í býráðnum. Talan er um fimm valskeið, 2005-08, 2009-12, 2013-16, 2017-20 og 2021-24. Gunvá var borgarstjóri valskeiðið 2009-12, og hevur eisini verið forkvinna í eitt nú umhvørvis- og býarskipanarnevndini og í trivnaðarnevndinin eldri og bústaðir. Gunvá er útbúgvin grafikari, og er stjóri og ein av eigarunum í fyritøkuni Grafia.

Tummas J. Lervig hevur verið býráðslimur í tvey valskeið, 2017-20 og 2021-24. Býráðssetuna 2017-20 var hann eitt nú formaður í havna- og vinnunevndini. Tummas er útbúgvin maskinmeistari og starvast hjá KJ-hydraulik. Harumframt er hann sera virkin í frítíðarlívinum, eitt nú sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag síðan 2008.

Aftan á býráðsfundin handaði Karl H. Johansen, borgarstjóri, teimum fýra fráfarandi býráðslimunum gávur, og bar fram eina tøkk fyri tað politiska arbeiðið, sum tey hava gjørt til frama fyri Klaksvíkar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

24 Leygardagur 21. desember 2024

12,7 milliardir útgoldnar í lønum seinasta árið

Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarnu12 mánaðirnar, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta árið, í tíðarskeiðnum desember 2023 til november 2024, eru góðar 12,7 milliardir krónur útgoldnar í lønum.

Tað er ein vøkstur á 731 milliónir krónur - ella 6,1 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.

Hagstovan skrivar, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.

Vøksturin størri hjá kvinnum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini.

Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum, men seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum tó verið størri hjá kvinnum.

Av samlaða vøkstrinum á 731 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 450 milliónum krónum, skrivar Hagstovan.

Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri.

Miðallønin hjá kvinnum 32 prosent lægri
Í november var mánaðarliga miðallønin per persón 35.864 krónur - er 4,5 prosent hægri samanborið við november í fjør. Í november fingu kvinnur 28.700 krónur í miðal, sum er 32 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.400 krónur.

Samanborið við november árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við næstan fýra prosentum hjá monnum og næstan seks prosentum hjá kvinnum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

25 Leygardagur 21. desember 2024

29.750 starvsfólk í november — 0,6 prosent fleiri enn í fjør

Tað vóru knapt 180 fleiri starvsfólk í november í ár samanborið við í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í november vóru 29.750 starvsfólk í Føroyum. Tað eru knapt 180 starvsfólk, ella 0,6 prosent, fleiri enn november í fjør. 

Starvsfólkatalið veksur, men seinasta árið er vøksturin viknaður, skrivar Hagstovan. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í november vóru gott og væl 15.150 menn og  knapt 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við november í fjør høvdu kvinnurnar ein vøkstur upp á 0,9 prosent ella 124 persónar, og menn høvdu ein vøkstur upp á 0,4 prosent ella 54 persónar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eysturoyar øki hevur fæst undir almennum ræði

Niðanfyri er býtið av starvsfólkum, sum arbeiða undir almennum ræði, landafrøðiliga lýst. Vága øki og Sandoyar øki hava lutfalsliga flest íbúgvar, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði við yvir 48 prosentum.

Hinvegin hevur Eysturoyar øki lutfalsliga minsta partin av íbúgvum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. 

Triðingurin uttan bústaðartilknýti eru úr Asia

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

Tølini frá Hagstovuni vísa, at helmingurin av teimum uttan bústaðartilknýti er framvegis úr Evropa, serliga Norður- og Eysturevropa. Býtið av starvsfólki við ríkisborgaraskapi úr asiatiskum londum hevur tó havt størsta vøksturin tey seinastu árini og telur nú ein triðing.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

26 Leygardagur 21. desember 2024

Tjaldur keypir viðurkent norskt felag

Vinnufelagið Tjaldur hevur keypt stóran part av norska ídnaðarfelagnum Servi Group

Visiónin hjá Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av, og er tað við tí fyri eyga, at vit ynskja at menna hetta felagið enn meira, sigur Janus Thomsen, stjóri í Tjaldur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Servi er marknaðarleiðandi innan sítt økið í Noregi, og hevur eisini týðandi leiklut á altjóða marknaðum.

Um keypið sigur Janus Thomsen, stjóri í Tjaldri:

– Servi er eitt felag, ið vit hava havt eyguni eftir eina tíð, og eru vit tí fegin um at vera komin á mál við keypinum. Visiónin hjá Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av, og er tað við tí fyri eyga, at vit ynskja at menna hetta felagið enn meira.

Kjarnu virkisøkini hjá Servi eru serliga innan frálandavinnu, maritimu vinnuna, umframt orkuvinnuna, og fevnir framleiðslan hjá felagnum m.a. um hydrauliskar loysnir. Harafturat leggur felagið seg eftir bæði at veita einstakar vørur, loysnir og tænastuvirksemi til sínar kundar.

Tjaldur kemur at eiga Servi saman við norsku familjufyritøkuni Ferd. Ferd, ið er ein av størstu fyritøkunum av sínum slag í Noregi, eigur frammanundan nøkur av størru feløgunum í Noregi, so sum Elopak, Interwell og Aibel.

Stutt um Servi:

  • Stovnað í 1912.
  • Høvuðssæti er í Ski, meðan framleiðslan er í Kongsberg, Kristianssand, Sandnes, Bergen, Ulsteinvik, Trondheim og Rissa.
  • Samlaða sølan hjá Servi í 2023 var 850 mió. NOK.
  • 350 starvsfólk arbeiða í felagnum.

Stutt um Tjaldur:

  • Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir.
  • Deildir í Tórshavn og Oslo
  • Tjaldur hevur týðandi ognarlut í GroAqua, Nema, Effo, Mintra, og nú eisini Servi.
  • Samlaða sølan í samtakinum var góðar 1,8 mia. DKK í 2023
  • Sløk 600 fólk starvast í samtakinum, umframt tey 350 hjá Servi, sum nú leggjast afturat
  • Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

27 Leygardagur 21. desember 2024

Betri Banki lækkar aftur renturnar

Hetta við upp til 0,15 prosentstigum, og koma broytingarnar í gildi um ein mánaða

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Rentulækkingarnar halda áfram.

Í síðstu viku lækkaðu evropeiski miðbankin og Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum, og hetta hevur vanliga við sær, at broytingar verða gjørdar í Føroyum.

Soleiðis verður nú eisini stutt undan jólum: Hetta hevur nú við sær, at Betri Banki eisini fer at lækka renturnar. 

Hesum boðaði Betri Banki frá í skrivi í gjár.

- Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,15 prosentstigum. Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,15% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 20. januar 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

28 Leygardagur 21. desember 2024

Kvinna fær nýggjar eigarar

Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im taka nú yvir sum eigarar av Kvinnu. Sansir stovnaði kvinnublaðið fyri 20 árum síðani

Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im taka nú yvir sum eigarar av Kvinnu, og nú byrjar eitt nýtt og spennandi tíðarskeið fyri føroyska kvinnublaðið. Báðar hava arbeitt á Kvinnu í fleiri ár – Tóra sum blaðstjóri og Annika sum journalistur – og halda fram við sínum arbeiði, nú sum sjálvstøðugir eigarar.

Hesar báðar eru nakrar av kvinnunum, sum hava verið ein drívmegi á Kvinnu seinastu árini og hava við eldhuga og ágrýtni staðið fyri at skapa eitt blað, ið bæði setir dagskrá og gevur føroyskum kvinnum eina fríløtu við avbjóðandi, hugnaligum og inspirerandi innihaldi. Við teirra drúgvu royndum og fakliga hegni ætla tær at menna Kvinnu víðari við virðing fyri tí, sum hevur gjørt blaðið sermerkt.

- Vit eru spentar upp á framtíðina hjá Kvinnu og síggja hetta sum eitt natúrligt framhald, av tí sterka brandinum, sum Kvinna er. Góðska, kreativitetur og ágrýtni fara framvegis at verða kjarnin í okkara arbeiði, siga Annika og Tóra.

Ein serlig søga og eitt sterkt brand
Sansir stovnaði Kvinnu fyri 20 árum síðani, og blaðið hevur frá fyrsta degi verið eitt sterkt og vælumtókt brand. Blaðið Kvinna hevur verið ein ímynd av føroysku kvinnuni og ein miðil, ið hevur brotið tabu, flutt mørk og myndað føroyskt kjak.

- Í einari strategiskari tilgongd at menna Kvinnu og brandið enn meira, nevndi Tóra møguleikan at keypa brandið úr Sansum og stovna Kvinnu sum eina sjálvstøðuga fyritøku. Tað gjørdist skjótt greitt, at fleiri fyrimunir vóru við hesum, og tí valdu vit at taka av tilboðnum, sigur stjórin á Sansum, Tór Verland Johansen.  

- Á Sansum eru vit sera góð við Kvinnu, men vit eru samstundis vís í, at við Tóru og Anniku sum eigarar, fer Kvinna á eina nýggja og spennandi ferð, leggur hann aftrat.

Ein framtíð við víðkaðum virksemi
Hóast nýggju eigararnir ætla at føra Kvinnu inn í eitt nýtt tíðarskeið við nýggjari orku og vision, verða tær trúgvar móti kjarnuvirðunum hjá blaðnum. Tær hava eisini stórar ætlanir um at víðka virksemi hjá Kvinnu, serliga við at styrkja talgildu pallarnar, so sum heimasíðuna, sosialu miðlarnir og poddvarp. 

Umframt at styrkja Kvinnu á talgildu pallunum, fara kvinnurnar handan Kvinnu eisini at bjóða marknaðarføringsráðgeving, har tað serliga er tekstframleiðsla, innihald og strategi á sosialum miðlum, sum verður í fokus - alt fyri at geva samstarvsfeløgum enn betri møguleikar at røkka út til føroyskar kvinnur. 

- Hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri okkum og Kvinnu, og vit vilja senda eina stóra tøkk til Sansir, sum í øll árini hevur sæð týdningin av leiklutinum hjá Kvinnu í føroyska samfelagnum. Nú fara vit at herja á, so Kvinna í fleiri ár aftrat kann varveita sín týðandi leiklut og menna seg til at vera nógv meira enn sterka magasinið, sum vit allar eru so góðar við, siga nýggju eigararnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

29 Leygardagur 21. desember 2024

Strandferðslan betrar bíleggingarskipanina á Smyrli

Møtitíðin verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein bíðistøðuferðaseðil. Hetta er sum úrslit av spurnarkanning hjá Strandferðsluni

Tað verður eftir ætlan meira smidligt skjótt. Niels Juel Arge sigur eisini, at arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit hava nýliga gjørt eina spurnarkanning umborð á Smyrli, og tey flestu ynsktu sær ikki óvæntað styttri møtitíð á keiini. Fleiri ynsktu sær eisini eina smidligari skipan í mun til bíðistøðubílegging.

Soleiðis tekur Niels Juel Arge, stjóri á Strandffaraskipum Landsins, samanum spurnarkanningina og úrslitið av henni.

Strandferðslan hevur tikið fyrstu eftirmetingarnar av bíleggingarskipanini til eftirtektar, tí broytingar - og betringar - verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini fyri akfør á Smyrli:  Møtitíðin verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein bíðistøðuferðaseðil.

Bíðistøðuferðaseðil
Við nýggja bíðistøðuferðaseðlinum ber til at bíleggja sær ferðaseðil til akfarið við førara uttan at binda seg til ein ávísan túr. Hóast ein ikki tá tryggjar sær plássið, kann tænastan verða hent fyri tey, ið ikki eru vís í at náa ein ávísan túr til ætlaðu tíðina.

Eitt dømi kann vera ferðafólk úr Suðuroynni, ið ger ørindir norðanfyri, og tað dregur út við tíðini. Um viðkomandi ikki klárar suður ætlaða túrin ber nú til at flyta bíðistøðuferðaseðilin til næsta ella ein annan túr.

Keypspeningurin verður bara trektur fyri túrin, ein ferðast við. Tá slepst undan at rinda fyri túr, ið ein møguliga ikki náddi. Prísurin fyri bíðistøðuferðaseðilin er 104 krónur við og 123 krónur uttan brúkara, og bíleggjast kann fram til 15 minuttir áðrenn fráferð.

Styttri møtitíð
Tá bíleggingarskipanin byrjaði í summar, varð møtitíðin sett til 25 minuttir fyri at fáa eina góða byrjan. Nú verður møtitíðin stytt við 10 minuttum og verður frameftir 15 minuttir.

Regin Toftegaard staðfestir tó, at fólk framvegis møta í góðari tíð. Serliga ávís tíðarskeið. Samstundis mælir verkætlanarleiðarin hjá SSL fólki til at bíleggja framman undan fráferð:

- Vit mæla tó øllum at møta í góðari tíð til túrar úr Tórshavn fríggjadagar og av Krambatanga sunnudagar. Eisini mæla vit teimum, sum í dag ferðast upp á kjans, til at bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini. Tað ger umsiting av dekksplássi høgligari, eisini í mun til farm og aðra planlegging annars.

Niels Juel Arge sigur um kanningina, at ferðafólk sum heild tykjast at vera glað fyri bíleggingarskipanina, sum hon er komin fyri at vera. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

30 Leygardagur 21. desember 2024

Granskari á Setrinum mælir til veiðibann fyri havhest, ritu og kjógva

Annars er vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum, sigur Sjúrður Hammer. Ávaringin kemur eftir kanningar í Skúgvoy saman við royndum fuglafrøðingunum úr Danmark

Havhestur er vælumtóktur fulgur at veiða og eta í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyrisitingin av okkara sjófugli hevur verið vanlukkulig, og tað er mín hugsan, at veiðibann í stundini eigur at setast fyri havhest, ritu og kjógva. Stovnarnir eru minkaðir við ávikavist 89, 87 og 84 prosentum seinastu 20 árini, so við hesi ferðini er stórur vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum næstu 20 árini.   

Soleiðis setur Sjúrður Hammer tað upp í grein á setur.fo. Hann er adjungeraður granskari á Setrinum, og er Sjúrður sera stúrin um støðuna hjá sjófulgasløgum.

Hetta er eftir at Sjúrður Hammer saman við royndu fuglafrøðingunum Ivani Olsen, Jesper Sonne og Lars Dinesen hevur gjørt og útgivið nýggja kanning av sjó- og heimafuglastovnunum í Skúgvoy.

Teisti verður ikki veiddur, og tað sæst aftur í tølunum, vísir Sjúrður Hammer á.

- Hóast vit siga í niðurstøðuni, at afturgongdin í sjófuglastovnunum í høvuðsheitum stendst av føðslutroti, so er eitt stórt "men". Tí tað er merkisvert, at tann einasti sjófuglurin, sum ikki gongur ógvusliga aftur, er teistin, sum samstundis er tann einasti sjófuglurin, ið ikki er loyvt av veiða, sigur granskarin við heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum.

Fuglateljingar hava verið gjørdar umleið 20. hvørt ár í Skúgvoy eftir føstum leisti. Tær byggja á teljing, sum Anders Holm Joensen gjørdi í 1961, á landsteljingina í 1981, sum Dorete Bloch samskipaði, og eisini á sjófuglateljingina, sum Jan Dyck og Hans Meltofte løgdu fyri við í 1972.   

Greinin um nýggju kanningina endar við at leggja dent á týdningin av støðugt at hava slíkar teljingar, tí tað forðar fyri, at vit ikki varnast broytingar, sum henda so líðandi yvir longri tíðarskeið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

31
Leygardagur 21. desember 2024

Mælir til at skerja fiskidagarnar við 10 prosentum

Havstovan hevur latið Fiskimálaráðnum sítt tilmæli um fiskiskapin í komandi ári

Toskurin á landgrunninum er enn undir vandamarkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjadagin lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa fyri 2025.

Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini, skrivar Havstovan.

Fyri toskastovnin á landgrunninum síggjast ávís tekin til bata, men av tí, at stovnurin enn er undir vandamarkinum, verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum í fiskidagaskipanini við 10 prosentum. Hetta er í samsvar við dagførdu endurbyggingarætlanina í umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á landgrunninum, og er eitt neyðugt stig fyri at endurreisa toskastovnin á landgrunninum, verður sagt.

Harumframt verður mælt til at tillaga gýtingarfriðingarnar til at umfata allan reiðskap og at steingja økir fyri vinnuliga veiðu, har smáfiskur heldur til.

Óbroytt á Føroyabanka

Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2025 verður 150 fiskisdagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2024.

Samanumtikið eru fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum væl fyri, men vánaliga støðan hjá toskinum á landgrunninum hevur við sær, at mælt verður til at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar 10 prosent.

Tilmælið hjá Havstovuni sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

32
Leygardagur 21. desember 2024

Fiskiveiðiavtala við Noreg undirskrivað

Føroysku skipini kunnu nú fiska alla ta russisku toska- og hýsukvotuna í norskan sjógv í 2025

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025 vóru í Oslo fyrst desember. Í vikuni vóru tær endaliga avgreiddar á talgildum talgildum fundi.

Hóast munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár, eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum, skrivar Fiskimálaráðið.

Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi verður 3.910 tons næsta ár, sum er ein lækking á 10 prosent. Kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons.

Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22 prosent.

Bert smávegis tillagingar eru í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2025. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 100 tonsum til 2.500 tons, og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt, 600 tons.

Kunnu fiska russisku kvotuna í norskum sjógvi

Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska. Hetta fyri at hava møguleika at fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum á teimum leiðum, sum lønar seg best tey ymisku tíðarskeiðini á árinum.

Nú Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu.

- Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

33 Leygardagur 21. desember 2024

Hetta skulu tit ikki geva hundum tykkara

"Chrisco Tyggeruller med kylling", eitt slag av góðgæti til hundar, verður afturkallað orsakað av fráboðanum um atferðarbroytingar hjá hundum, sum hava etið tað

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eitt slag av góðgæti til hundar, sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað orsakað av fráboðanum um atferðarbroytingar hjá hundum, sum hava etið tað.

Tey, sum hava keypt "Chrisco Tyggeruller med kylling" eiga ikki at geva hundum sínum hetta, men í staðin beina vøruna burtur ella lata hana innaftur, haðani hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Higartil eru fleiri enn 15 fráboðanir um atferðarbroytingar skrásettar, og fyritøkan Chrisco A/S, sum afturkallar vøruna, hevur sett kanningar í verk fyri at finna orsøkina.

Atferðarbroytingar, sum eru skrásettar, eru:

  • knappligur og ekstremur spenningur
  • panikanfall
  • ýlan og goyggjan
  • rastloysi
  • aggresivitetur
  • slev
  • krampi

Um hundur tín vísur óvanligan atburð aftaná at hava etið áðurnevndu vøruna, verður mælt til at seta teg í samband við egnan djóralækna at fáa ráð og vegleiðing, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vøran, sum er afturkallað:

Chrisco Tyggeruller med kylling, 10 stk.
Vørunummar: 12457
"Best før": allar dagfestingar
EAN-strikukota 5764630124578

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

34 Leygardagur 21. desember 2024

Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár

Dagurin verður hildin í morgin við hátíðargudstænastu og borðhaldi í róðrarneystinum aftaná 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin, 4. sunnudag í atvent, fyllir Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár. Argir er ung kirkjubygd, og fekk bygdin undan jólum í 22. desember í 1974 sína fyrstu kirkju. Hetta eftir at Havnar kirkja hevði verið sóknarkirkja hjá argjafólki, síðan hvalbingurin Andrass Mortansson keypti Argir í 9. mai í 1828 og setti búgv har. Longu árið eftir, 24. august í 1975, varð Vesturkirkjan vígd og tikin í nýtslu. 

Argja kirkja- og missiónshús heldur dagin við gudstænastu kl. 11, har Uni Næs, dómpróstur, prædikar, og har prestarnir í Suðursteymoyar vestara prestagjaldi taka lut. Kvinnukórið av Argjum, Tabitha, syngu nakrar sangir til høvi.

Tveir kirkjutænarar, sum hava verið virknir frá tí, at Kirkju- og missiónshúsið varð vígt, hava tænastu tann dagin. Teir eru Alfred Hansen, klokkari, og Gunnar Reynslág, deknur. Ungi og longu kendi tónleikarin Ari Hammer Joensen, sum hevur havt urgutænastu í Argja kirkju, og sum nú gongur á musikk-konservatiorium í Danmark, situr við urguna henda dagin. 

Beint eftir gudstænastuna eru øll boðin til døgurða í Róðrarneystinum hjá Argja Róðrarfelag. Har fer argjamaðurin Bárður Johannesen at syngja og Argjakórið, og ein kend bygdamynd, Eyðun á Borg, fer at hugleiða um heimbygdina. Nakað av felagssangi verður, og fólk kunnu bera eina heilsu.

Ein bóklingur um søguna hjá Kirkju- og missiónshúsinum, sum Gunnar Reynslág hevur lagt til rættis, verður býttur út henda dagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin at gleðast saman við fólkinum í Argja kirkjusókn henda dagin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

35 Leygardagur 21. desember 2024

Nýtt EB-hús verður bygt aftur at ítróttahøllini

Arbeiðið at gera felagshøli til Eiðis Bóltfelag verður væntandi liðugt um eitt ár

Nýggju hølini til Eiðis Bóltfelag verða bygd upp í vesturendan av ítróttahøllini (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í næstum fer arbeiði við at útbyggja ítróttahøllina á Eiði í gongd, soleiðis at søguríka Eiðis Bóltfelag fær nýggj og tíðarhóskandi høli til alsamt vaksandi virksemið hjá felagnum.

Í hølunum vera venjingarhøli, felagshøli, og køkur, umframt fundar- og skrivstovuhøli. Harumframt ger kommunan eitt goymsluhøli til virksemið í høllini. Umstøður vera eisini at gera eini høli til virksemi hjá feløgum og áhugabólkum at nýta, skrivar Eiðis kommuna.

Inngongd verður vestan fyri høllina við parkeringsøkið og úr EB-húsinum inn í høllina. Hugsað verður samstundis um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum við lyft og rampum, so øll kunnu fáa gleði av nýggju umstøðunum.

Tað er lokala fyritøkan, Spf. Hammer Smíð, sum hevur vunnið útboðið at standa fyri arbeiðinum, ið væntandi verður liðugt um eitt ár.

- Tað hevur stóran týdning, at frítíðarvirksemi í kommununi hevur so góðar umstøður sum tilber. Gamla EB-húsið – fyrr rópt dansistovan – hevur tænt felagnum væl, men nú er tíðin komin til eina dagføring, soleiðis at framgongdin og menningin av felagnum, sum hevur kvinnulið í bestu deildini í hondbólti, og mannslið í 1. deild, umframt sterk og góð lið í øllum ungdómsdeildum, heldur fram.

Gamla EB-húsið verður latið kommununi, og afturfyri gera partarnir ein brúkssáttmála um nýggju hølini, skrivar Eiðis kommuna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

36 Leygardagur 21. desember 2024

Leigar kajakkir út til ferðafólk í Vestmanna

Jan Haldansen hevur gjørt avtalu við kommununa um leigu av grund at byggja neyst vil kajakkvirksemi

Jan Haldansen og skjótt fráfarandi borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vestmenningurin, Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir við meira, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.

Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.

Jan Haldansen sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og lætt at koma í kajakkirnar. Har er heldur ikki so djúpt, so tey sum skulu byrja at rógva kajakk trygt og gott kunnu læra seg inni í hylinum.

Vestmanna kommuna hevur gjørt tveir leigusáttmálar við Jan Haldansen á staðnum.  Annar er ein leigusáttmáli um leigu av neysti í styttri tíðarskeið, so viksemið kann byrja. Hin leigusáttmálin er ein langtíðarsáttmáli um leigu av neystagrund til at byggja neyst til kajakkvirksemið

Jan greiður frá, at ætlanin er at byggja upp eina veiting til ferðafólk í miðstaðnum, og skapa lív aftur í økið, sum kann byggjast út so við og við.

- Vit vilja verða við til at skapa nakað annað her í økinum, og ein møguleika fyri øll sum búgva her og vitjandi. Vit hava nógvar ferðafólkamøguleikar, og er hetta ein møguleiki fyri øll, sigur Jan Haldansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

37 Leygardagur 21. desember 2024

Vil geva útisetunum eina rødd

Spyr.fo fer at savna eitt panel av útisetum fyri at geva lesandi føroyingum og øðrum, ið umhugsa at flyta heim, møguleika fyri at vera hoyrd

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í hesum døgum verður nógv tosað um “Exit Føroyar” og døpru hagtølini fyri fráflyting og vantandi heimflyting. Í kjakinum hevur eisini verið frammi, at røddin hjá hesum unga ættarliðinum manglar í Føroyum, og at tey tískil eru uttan fyri ávirkan á menningina av tí samfelagnum, sum vit ynskja, at tey skulu gerast partur av í framtíðini. 

Tað er ein stór avbjóðing, at vit sum samfelag missa sambandið við okkara útisetar, tá tey flyta av landinum. Tað finst einki samlað yvirlit ella nakar einfaldur møguleiki at fáa samband við útisetar, og tí ber heldur ikki til at spyrja um viðkomandi viðurskifti, eitt nú áðtroðkandi spurningar um tey ætla sær at flyta heim ella hvat forðar teimum og hvat skal til fyri at vit sum samfelag skulu gerast meiri viðkomandi. Eru tað bústaðarviðurskifti, barnaansing, útbúgvingarmøguleikar, fakligar avbjóðingar, kostnaðarstøði ella okkurt heilt annað? 

Spyr.fo hevur sett sær fyri, at gera nakað við hesa ítøkiligu avbjóðing og geva útisetum eina rødd í Føroyum, soleiðis at tey sjálvi kunnu siga sína hugsan um viðurskifti, sum hava týdning fyri tey, og sum arbeiðsgevarar, kommunur, myndugleikar og vit sum samfelag hava stóran tørv á at vita. 

Fyrsti liður í hesum átakinum er, at fáa útisetar at melda seg til eitt útisetapanel og her verður hugsað breitt um bæði lesandi og føroyingar ið búgva og arbeiða uttanlands.

Við hesum verður tað, eins og við Spyr.fo í Føroyum, møguligt at gera kanningar millum útisetar um alskyns viðurskifti. Hetta kann vónandi vera eitt gott íkast til kjakið og vitanina um, hvørjar avbjóðingarnar eru og hvørjar loysnir vit kunna arbeiða við.

Spyr.fo hevur síðani 2015 gjørt nærum 500 spurnarkanningar millum føroyingar í Føroyum, og nú er tíðin komin til eisini at spyrja føroyingar uttanlands.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

38 Leygardagur 21. desember 2024

Prógvhandanir á TSK

23 nýútlærdir handverkarar fingu sveinaprógv á Tekniska skúla í Klaksvík undanfarna fríggjadag

Elektrikarar. Frá vinstru Rúni Johannesen (LM Electric), Hans Marius Højgaard (EL-trygd), Kjartan T. Isaksen (MP Teknik), Jógvan Højgaard (TTS), Jóhan Arni E. Wang (Elcon), Tóki S. í Horni (Elcon), Eyðun Fríði Mørkøre (LM Electric) og Rani T. Rasmussen (EL-talvuvirkið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjadagin 13. desember fingu 23 sveinar handað sveinaprógv á Tekniska Skúla í Klaksvík; 5 húsasmiðir, 8 elektrikarar og 10 maskinsmiðir.

Tað var ein góð og hugnalig løta, har familja, vinfólk og lærumeistarar vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar, skrivar skúlin á netinum.

Poul Nolsøe Linklett, verkfrøðingur, helt gestarøðuna og skúlastjórin, Rúni Heinesen, handaði sveinunum prógvini.

[object Object]
Maskinsmiðir. Frá vinstru Filip N. Nielsen (KSS), Jákup Øregaard (KJ-Hydraulik), Sigurd á Fløtti Syderbø (KSS), Dusko Jovanovic (Bakkafrost Processing), Ari M. Jógvansson (KSS), Jógvan Jacobsen (Petur Larsen), Petur Martin Bertholdsen (KSS), Jónas Petersen (Mest), Ólavur Johannessen (KJ-Hydraulik) og Liaghm E. Nolan (Mest)

[object Object]
Húsasmiðir. Frá vinstru Jan Olgar Michaelsson (Spf. Hanus Højgaard), Elmar Jacobsen (Holm Byggivirki), Andras Thomsen (Byggivirkið KBH), Jógvan Sigvardsen (Holm Byggivirki) og Jákup R. Højgaard (T.J. Smíð)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

39 Leygardagur 21. desember 2024

Fleiri rundir starvsdagar í Fuglafjarðar kommunu

Steen á Horni hevur starvast hjá kommununi í heili 40 ár. Gudny Jacobsen hevur nú havt 20-ára starvsdag, og so eru fýra starvsfólk, sum hava verið har í 10 ár.

Frá vinstru: Dávur Juul, borgarstjóri, Steen á Horni 40 ár, Gudny Jacobsen 20 ár, Fannhard Midjord 10 ár, Kristina Gry Berg 10 ár og Ingi Hansen 10 ár. Út yvir tey á myndini fær Brynhild Næs Petersen blómutyssi og heiðursgávu fyri 10 ára tænastu (Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

17. desember kundi Fuglafjarðar kommuna heiðra fimm starvsfólkum fyri trúgva tænastu í kommununi. Hetta hendi á hugnaligari morgunmatarsamkomu.

Talan er um fimm starvsfólk hjá kommununi, sum øll hava rundan starvsdag:

Steen á Horni hevur starvast hjá kommununi í heili 40 ár, Gudny Jacobsen í tjúgu ár, og Fannhard Midjord, Kristina Gry Berg og Ingi Hansen øll í 10 ár.

Út yvir tey á myndini fær Brynhild Næs Petersen blómutyssi og heiðursgávu fyri 10 ára tænastu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

40 Leygardagur 21. desember 2024

Karin Jacobsen 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommuna

Karin hevur arbeitt í bókhaldinum, verið skrivari og seinastu tíggju árini tikið sær av lønarumsitingini og baktplan-skipanini. Í vikuni fekk hon handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Í sambandi við 40-ára starvsdagin í 2014 fekk Karin Jacobsen Dronningens Fortjenstemedalje. Fyrsti starvsdagur hjá kvinnuni, sum er ættað av Skála, í landsins størstu kommunu var 15. desember 1974 (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin var hátíðarhald í umstingini hjá Tórshavnar kommunu. Tað er ikki oftari enn so, at til ber at savnast til 50-ára starvsdag hjá einum starvsfólki, men soleiðis var sunnudagin 15. desember.

Karin Jacobsen, ið er ættað av Skála, flutti í 1974 til Havnar saman við manninum Osvaldi. Fyrsti arbeiðsdagur hjá Tórsvhanar kommunu var 15. desember 1974, tá ið hon byrjaði at arbeiða í bókhaldinum.

Eftir mong ár har gjørdist Karin skrivari í byggi- og býarskipanardeildini, og seinni skrivari hjá fíggjarnevndini og miðfyrisitingarstjóranum.

Fyri tíggju árum síðani, tá eldraøkið varð flutt út til kommunurnar, flutti Karin Jacobsen úr Ráðhúsinum og yvir á gamla Meiaríið, har starvsfólkadeildin helt til. Hon hevur síðani tikið sær av lønarumsitingini og vaktplan-skipanini.

[object Object]
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði røðu fyri Karini og nevndi ymsikar uppgávur og eginleikar hjá henni (Mynd: torshavn.fo)

Í røðuni nevndi borgarstjórin Heðin Mortensen eisini hjálpsemi og arbeiðssemi hjá trúgva arbeiðsfólkinum, sum hevur sæð nógvar broytingar sína tíð í kommununi.

- Tá kommunuvalið var fyri herfyri, vart tú ein av teimum, ið dagin eftir sótu til tað seinasta og fingu fínteljingina frá hondini, so alt kundi stemma uppá punkt og prikkar.

- Tú hevur eisini verið álitið, tá ið grindabýti hevur verið á skránni, og tá er ikki minsta rokið, kann eg heilsa og siga.

Til ber at lesa alt her

Í sambandi við 40-ára starvsdagin í 2014 fekk Karin Jacobsen Dronningens Fortjenstemedalje

Fyri drúgva tænastu - 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu - fekk Karin Jacobsen sunnudagin handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

41 Leygardagur 21. desember 2024

Jólamenninir komu inn í Vágsbotn

Leygardagin komu jólamenninir inn í Vágsbotn. Nógv børn tóku ímóti

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv børn vóru seinnapartin farna leygardag í Vágsbotni og tóku ímóti Juliusi og hinum jólamonnunum, sum komu við jólaskipinum á Havnina.

Hugnaligur horntónleikur var eisini at hoyra.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar

Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

42 Leygardagur 21. desember 2024

Jólamenn á súkklu og stoppdansur

Í morgin, sunnudagin 22. desember klokkan 16 koma jólamenn í býin í Havn á súkklubaki

(Mynd: Visit Tórshavn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 22. desember klokkan 16 koma jólamenn í býin í Havn á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum og søtum - eisini til børn, sum hava matovurviðkvæmi.

Jólamenninir fara síðani í pavilionina á Vaglinum, har teir fara at hava stoppdans saman við børnunum umleið kl. 16.30.

Klokkan 17 framførir bólkurin, Kalas, í Pavilionini.

Forvitnisligi jólamarknaðurin og jólasmátturnar á Vaglinum hava opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

43 Leygardagur 21. desember 2024

Eitt kvøld við dansifelagnum á Eiði

Tað er týskvøld, sum er dansikvøld á Látrinum. – Tað sum skal halda dansinum á lívi eru tey smáu feløgini. Tey hava ótrúliga stóran týdning fyri føroyska dansin, tí tað er í teimum, at dansurin er livandi

 
SkrivaÐ:

Martin Kristoffur Kristiansen / Eiðis kommuna

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen fyri eidi.fo

Hesa ársins tíð myrknar tað uttanfyri. Hitin lækkar, blómur og bløð eru deyð, og fólk flest hava bestan hug at halda seg innandura. Tað er tó júst í vetrarhálvuni, at lív av sonnum kemur í ein aldargamlan føroyskan sið. Ein siður, sum kom til Føroya tíðliga í miðøld. Talan er um føroyska dansin og kvæðini. Føroyar liggja fyri seg sjálvar í Norðuratlantshavinum, og hetta hevði við sær, at kvæðini og dansurin gjørdist serføroyskur, og í dag eru dansurin og kvæðini ein av grundarsteinunum í føroysku mentanini.

Við hesum í huga gongur leiðin í Látralonina, har dansifelagið á Eiði heldur til. Tað er týskvøld, sum er dansikvøld. Limir felagsins trína innum gátt í gomlu, hugnaligu hølunum. Tey heilsast og fara at práta sínámillum. Eftir eina løtu við hesum prátinum er tað sum, at huglagið brádliga broytist. Tvey teirra trína fram á gólv og hetta tykist sum greið boð til hinar limirnar. Nú skulu vit uppá gólv. Hesin aldargamli siðurin vaknar nú við søgum og søgnum úr miðøld.

Tá tú trínur inní ringin er tað sum at koma í ein annan heim. Tað vera søgur sagdar um Gorm gamla, Holgar danska og kongar úr Bøhmen. Søgurnar hoyra allar miðøldini til, men tær vera hildnar á lívið enn í dag. Søgur um orrustu, hetjur, prinsar, kongar og prinsessur. Helst høvdu hesi fólk verið heit um hjarta, høvdu tey vita, at kvøði verður um tey í hesum lítla oyggjabólki.

Eftir ein tíma við kvøðing verður mett, at nú er tíðin komin til ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Í práti við limirnar gerst tað greitt, at tað sosiala hevur avbera nógv at siga fyri tey. Sagt verður, at til tíðir sita tey longri og práta afturvið einum kaffimunni, enn tey dansa. Tað er júst í steðginum, at eg sessist at práta við ein av liminum, um felagið og føroyskan dans sum heild.


Tað verður lagt nógv fyri at hugna um. 

– Tað sum skal halda dansinum á lívi eru tey smáu feløgini. Tey hava ótrúliga stóran týdning fyri føroyska dansin, tí tað er í teimum, at dansurin er livandi. 

Orðini eigur Rasmus A. Joensen, fyrrverandi formaður felagsins. Tað er eingin loyna, at miðalaldurin av limum í dansifeløgum kring landið er høgur. Tí heldur Rasmus Joensen, at tað hevði verið gott við einum millumliði millum tey eldru og tey yngru.

– Tey ungu himprast við at møta einsamøll. Komu tey fleiri saman, so høvdu tey følt seg betri. Men eitt er vist: øll eru hjartaliga vælkomin!
Tí hevði tað verið gott um fleiri yngri tóku við og kundu verið millumlið, tí at vit eru ov gomul til at røkka teimum ungu.

Tað er greitt, at føroyski dansurin hevur nógv at siga fyri Rasmus og hini í felagnum. Spurdur um vandan fyri, at dansurin og kvæðini doyggja burtur í einki, sæst á Rasmussi, at honum dámar einki hendan spurning.

– Hetta er veruleikin vit eru í, men eg tori ikki at hugsa tankan. Vit royna sum fragast at fáa yngri fólk við. Ja, vit skríggja eftir at fáa fleiri limir.

Tað er ein dapur tanki at hugsa, at hesin grundarsteinurin undir mentan okkara stendur og ridlar. Tó er ljós fyri framman, tí áhugi er altíð millum yngra ættarliðið, og dansifelagið á Látrinum hevur fingið eitt spildurnýtt kvæði at venja.  Talan er um eitt kvæði, ið er skrivað av Hans Jákup Kollslíð, við støði í Grettis Søgu. Søgan um Grettir Ásmundsson varð fest á blað í 13. og 14. øld, meðan hendingarnar í søguni fóru fram nakrar øldir frammanundan.

[object Object]

Vit kunnu gleðast um, at enn í dag vera nýggj kvæði yrkt. Hetta er ein liður í, at halda hendan aldargamla sið livandi ímillum okkum øll. Við hesum er vitjanin á Látrinum komin at enda.

Dansifelagið á Látrinum dansar hvørt týskvøld klokkan 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

44 Leygardagur 21. desember 2024

Aqua kemur til Føroya í mars

"Barbie Girl", "Doctor Jones" og allir hinir verða at hoyra við Tjarnir 8. mars. Atgongumerki til konsertina við heimskenda norðurlendska bólkinum koma til sølu sunnudagin 22.desember

Tað var serliga síðst í nítíárinum, har Barbie Girl var ta heilt stóra hittið, og fyrst í 2000'unum, at Aqua var heilt vælumtókt. Støðan sum vælkendur bólkur hevur tó hingið við, og bólkurin hevur verið virkin seinastu árini (mynd: stage.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Aqua er ein av teimum norðurlendsku bólkunum, ið veruliga hevur sligið gjøgnum á alheims pallinum. 

Tað var serliga síðst í nítíárinum, har Barbie Girl var ta heilt stóra hittið, og fyrst í 2000'unum, at Aqua var heilt vælumtókt. Støðan sum vælkendur bólkur hevur tó hingið við, og av nýggjara tónleikinum hjá bólkinum skal serliga "Back to the 80's" nevnast.

Lene Nystrøm úr Noregi er kvinnuligur høvuðssangari, meðan danin René Dif er mannligi høvuðssangarin. Vanliga hava danir eisini staðið fyri tónleikinum. Aqua hevur havt eitt slag av endurreisn/endurnýggjan seinastu árini. Nú er greitt, at bólkurin kemur til Føroyar at framføra.

Sambært fyriskiparunum úr Stage.fo verður talan um eina framførslu, sum fer at skriva seg í søguna.

Hon verður 8. mars, og harvið er talan um eitt av fyrstu stóru tiltøkunum í nýggju tjóðarleikhøllini við Tjarnir í Hoyvík.

Tað verður ikki bert Aqua, sum verður at síggja og hoyra hetta leygarkvøldið við Tjarnir. Hamradun, Tinganest, Jens Marni Band, Ester Skála við bólki, Esra og Markus og DJ Martin Kjærbo syrgja fyri upphiting áðrenn/undirhaldi aftaná Aqua-konsertina.

Atgongumerki til tiltakið koma til sølu nú sunnudagin 22. desember klokkan 14. Hetta á tjarnir.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

45 Leygardagur 21. desember 2024

Biskupur við nýggjari bók

"Sig tað við einum orði" er eitt savn við 101 stuttlestrum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sig tað við einum orði er eitt savn við 101 stuttlestrum. Lestrarnir eru lættir at lesa, og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka. 

Lestrarnir eru klassiskir so at skilja, at teir taka útgangsstøði úr Bíbliuni. Guðs orð er Guðs orð, og tilfarið verður handfarið við spekt og sóma, sum tað eftir høvundans tykki sømir seg.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt. At trúgvin á Guð í himlinum sæst aftur á jørðini í lívinum, í tíðini og á staðnum. At tað andaliga verður hold og blóð, so jørðin og tilveran verður tikin í álvara í løtum, tímum og vikum.

Bókin er 246 síður. Tað er Kirkjugrunnurin, ið gevur bókina út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

46 Leygardagur 21. desember 2024

Ein heimkærur filmur eftir Sakaris Stóra

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", verður at síggja í Havnar Bio 10. apríl 2025. Tríggjar vikur seinni, 1. mai, kemur filmurin í danskar biografar, hann er eisini valdur at vera partur av Filmporten – Filmelskernes biografklub

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).

Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

[object Object]

"Seinasta paradísið á jørð" er framleiddur við stórum atliti til burðardygd, í samsvari við mannagongdirnar í danska vinnusamstarvinum Bæredygtig Film og TV Produktion (BFTP). Hetta er eitt nú sjónligt við at alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær av hesum aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara.

Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".

Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.

Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.

Tað er Øst for Paradis, ið tekur sær av útbreiðsluni í Danmark.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

47 Leygardagur 21. desember 2024

30 umsøkjarar fingu filmsstuðul í 2024

Samlaða filmsjáttanin í 2024 er 4,5 milliónir krónur, og tilsamans komu 90 umsóknir inn um tilsamans 18,4 milliónir krónur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur eftir tilmæli frá tveimum filmsráðgevum játtað tilsamans 30 umsóknum stuðul til film í ár, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um ymisk sløg av filmi, t.d. dokumentarfilm, stuttfilm, spælifilm og animatiónsfilm.

Samlaða filmsjáttanin í 2024 er 4,5 milliónir krónur.

Í fyrra umfari komu 44 umsóknir inn, sum søktu um tilsamans 10,5 milliónir krónur. 18 umsóknir fingu stuðul á 2,3 milliónir krónur tilsamans.

Í seinna umfari komu 46 umsóknir, sum søktu um tilsamans 7,9 milliónir krónur. 12 umsóknir fingu stuðul á uml. 2,2 milliónir krónur tilsamans.

Tey, sum fingu stuðul í fyrra umfari:

  • Sølvi Næs Hoydal, ANDA (fyribils heiti) - 60.000
  • Franklin Symphor Henriksen, Grímur Havreki - 150.000
  • Trygvi Danielsen, KINDEREGG (fyrrverandi LÍTLI BEIGGI MÍN) - 150.800
  • Torfinnur Jákupsson, REYNA - 300.000
  • Jón Hammer, No Rest for the Wicked - 100.000
  • Sára Jógvansdóttir, Rakettin úr Kvívík - 60.000
  • Dánial Pauli Gullstein Dalbø, PylsuJan - 45.000
  • Jónfinn Stenberg, Meg minnist eina mynd (arbeiðsheiti) - 100.000
  • Terji Mohr, Til midnáttarsang (arbeiðsheiti) - 67.200
  • Herluf Sørensen, Arbeiðsheitið: FO “Samanlop - 150.000
  • Jón Hammer, The Whistler - 250.000
  • Franklin Symphor Henriksen, FALLIN - 150.000
  • Natalie Holzel, VERDANDI - LAND OF MAYBE - 200.000
  • Sakaris Fríði Stóra, Eydnuland - 95.000
  • Rógvi Rasmussen (Jón Hammer), Eldur, vatn, jørð, luft - 100.000
  • Maria Winther Olsen, HALT UM MEG - 85.000
  • Julia í Kálvalíð Jacobsen, Faðir mín Faðir - 54.000
  • Jens L. Thomsen, ORKA - All At Once -200.000

Tey, sum fingu stuðul í seinna umfari:

  • Franklin Symphor Henriksen, Bussskýlið/Busstop - 45.000
  • Torfinnur Jákupsson, TROM II - 400.000
  • Michael Koba, Krámararnir - 290.000
  • Mariann Sofíasdóttir, Ikki verðins undurgangur - 209.808
  • Jón Hammer, Vøllir - 98.000
  • Jón Hammer, The Whistler - 300.000
  • Maria Torgarð, Til gaman og álvara - 88.384
  • Rógvi Rasmussen, Picture on the Wall - 50.000
  • Rógvi Rasmussen, Halt um meg - 150.000
  • Caroline Dam, Allir ljósir einglar - 90.000
  • Kim Simonsen, Hvat er heimspekin hjá fiski og hvør er náttúrusøgan hjá kombikkinum - 21.400
  • Jón Hammer, A Fool’s Tale - 505.000

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

48 Leygardagur 21. desember 2024

Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn

Jólakonsertin verður í Gøtu kirkju sunnukvøldið kl. 19

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Siðvanda jólakonsertin, har Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi sunnukvøld, 22.desember kl. 19. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi.

Temað í ár er "Jólanátt". Av skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til samiskan jólajoik framførd.

Áhoyrararnir fáa eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra a capella, hevur kórið eisini ljóðføri, klaver og orgul, við til fleiri av sangunum/verkunum.

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar fer Símun Hammer at leiða áhoyrarnar inn í jólahugnan við at spæla eyðkend jólaverk á urgu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

49 Leygardagur 21. desember 2024

Sivert Høyem í Løkshøll 28. februar

– Sivert Høyem er eitt av mest týðandi tónlistafólkunum í Noregi seinastu tvey áratíggjuni, bæði sum frontmaður í legendariska bólkinum Madrugada og sum solistur

(Mynd: Andreas Hornoff)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjakvøldið 28. februar klokkan 20 verður norski Sivert Høyem at hoyra í Løkshøll í Runavík.

– Sivert Høyem er eitt av mest týðandi tónlistafólkunum í Noregi seinastu tvey áratíggjuni, bæði sum frontmaður í legendariska bólkinum Madrugada og sum solistur.

– Til hesa sjáldsomu og inniligu konsertina fer Høyem at framføra einsamallur á pallinum, og her kemur tú heilt tætt at ráa talentinum hjá einum av mest gávuríku norsku sangskrivarunum, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

– Nýggjasta útgávan "On an Island" (2024), varð tikin upp í legendariska Zoar-kapellinum í Nyksund, og prógvaði enn einaferð, hví Høyem verður mettur at vera ein av teimum mest merkisverdu røddunum á norska rockpallinum. Fløgan fekk rós frá ummælarum fyri ráa og sorgblíða vakurleikan, og gjørdist enn ein varði á longu og hugtakandi yrkisleiðini, bæði heima í Noregi og úti í heimi.

Tónleikurin hjá Høyem verður lýstur sum tíðarleysur, sorgblíður, og við megi at flyta lurtaran til dramatisku landsløgini í Norðurnoregi, har vindarnir ýla, og næturnar eru langar. Við sangum sum "Prisoner of the Road", "Moon Landing", "Into the Sea", og ikoniska Madrugada classic "Majesty", leggur hendan konsertin upp til eina uppliving í heimsklassa.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

50 Leygardagur 21. desember 2024

Kristnar søgur til børn og ung

Bókin “Ein undursom bjarging” er júst útkomin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggj bók, ”Ein undursom bjarging”, er júst útkomin og liggur í øllum bókhandlum um landið. Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum.

Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap. Katrin Joensen hevur týtt søgurnar.

Janus Guttesen hevur myndprýtt permuna, og gjørt tekningar í bókini.

Bókin er í litum, hevur stíva permu og kostar 250 krónur.

Jákup E. Petersen, prestur sigur soleiðis í ummæli av bókini: ”Sum pápi havi eg notið gott av góðum barnasøgum at fortelja børnunum á songarstokkinum, og harímillum eru hesar søgur. Væl fortaldar søgur við hjartanemandi og rámandi hendingum. Eisini eru tær bíbilskar og evangeliskar á slíkan hátt, at man merkir Guðs kærleika og ynski um at náa øll menniskju og ikki minst børnini. Sum prestur havi eg eisini tørv á slíkum søgum at fortelja í barnahædd.” 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

51 Leygardagur 21. desember 2024

Loyvdi minst 50 monnum at neyðtaka konu sína

Fransmaðurin Dominique Pelicot var í vikuni dømdur sekur í at skipa fyri hópvaldstøku av komu síni Gisèle

Gisèle Pelicot, her saman við sakførara sínum, á veg til rættarfund í suðurfranska býnum Avignon (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

72 ára gamli franskamaðurin, Dominique Pelicot, varð hósdagin dømdur sekur í einum rættarmálið í býnum Avignon, sum verður skýrt ógvusligasta kynsliga brotsverkið í franskari søgu.

Fimmti aðrir menn eru ákærdir í málinum, sum snýr seg um hópvaldstøku av konu Dominique Pelicot, Gisèle Pelicot. Enn er sjálvur dómurin ikki kunngjørdur.

Dominique Pelicot tók valdstøkurnar upp á film, og deildi filmsbrotini á internetinum. Hann hevði eitt savn við 20.000 myndum og filmsbrotum av kynsligu brotsverkunum liggjandi á diskum, geymum og telefonum, skrivar finska kringvarpið Yle.

Við hjálp av hesum kundi franska løgreglan finna fram til teir menninir, ið vóru við til at neyðtaka konu hansara. Enn manglar at eyðmerkja 20 mans.

Undir rættarmálinum hava fleiri av ákærdu monnunum sagt, at teir ikki ímyndaðu sær, at Dominique Pelicot doyvdi konu sína. Teir fingu at vita, at konan var við upp á at royna hetta, og at hon bara lat sum um hon svav.

Konan Gisèle Pelicot ynskti sjálv, at rættarmálið varð hildið alment, fyri at “skommin skuldi skifta síðu” frá offrinum til valdstøkumannin.

Rættarmálið hevur fingið nógva umrøðu í Fraklandi og øðrum londum. Gisèle verður nú fagnað sum ein hetja, tí hon vildi standa fram og opið greiða frá, hvat hon hevur verið útsett fyri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

52 Leygardagur 21. desember 2024

Trump ætlar at avtaka summartíðina

Summartíð er ólagalig og sera kostnaðarmikil, sigur komandi amerikanski forsetin

Donald Trump verður aftur tikin í eið sum forseti 20. januar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Donald Trump, sum aftur tekur við sum amerikanskur forseti 20. januar, ætlar sær at royna at avtaka summartíðina í USA.

Tað skrivar hann á sín egna sosiala miðil, Truth Social.

– Republikanski flokkurin fer at gera sítt besta fyri at avtaka summartíð, sum ein lítil, men sterkur veljaraskari roynir at halda fast í. Summartíð er ólagalig og sera kostnaðarmikil fyri okkara tjóð, skrivar hann.

Skipanin, har klokkan varð flutt ein tíma fram í summarhálvuni varð sett í gildi í stórum parti av USA í 1960unum. Hetta varð gjørt m.a. fyri at tryggja meira ljós um kvøldarnar og harvið spara streym.

Summartíð hevur elvt til kjak í USA seinastu árini. Í 2022 samtykti ein meiriluti í Senatinum eitt lógaruppskot, sum hevði sett í gildi summartíð alt árið í USA. Lógaruppskotið varð tó ikki samtykt í Umboðsmannatinginum, og tí kom hetta ongantíð í gildi, skrivar Ritzau.

Eisini í Evropa, m.a. í Føroyum, hevur verið kjak um summartíð. Í Føroyum hava vit skift yvir til summartíð síðan 1980.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2024

53 Leygardagur 21. desember 2024

al-Assad ætlaði sær ikki at rýma

Frákoyrdi sýriski forsetin sigur, at tað var Russland, sum skundaði undir flýggjanina undanfarna sunnudag

Vladimir Putin, forseti (t.h.), hevur persónliga tikið avgerð um at veita Bashir al-Assad og familju hansara friðskjól í Russlandi (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Frákoyrdi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, hevur fyri fyrstu ferð latið hoyrt frá sær síðan hann flýggjaði til Russlands. Hann greiðir frá, at hann hevði ætlanir um at halda fram við stríðnum móti uppreistrarfólkunum, men at tað var Russland, ið kravdi av honum, at hann flýggjaði.

Tað skrivar hann á boðtænastuni Telegram og sosiala miðkinum Facebook.

Tað var sunnudagin 8. desember, at forsetin flýddi úr heimlandi sínum, sum hann hevur stýrt við harðari hond seinastu 24 árini.

al-Assad sigur, at hann rýmdi úr Damaskus um morgunin, og fór síðan av landinum við flogfari um kvøldið frá russisku flogstøðini í Hmeimim við Miðjarðarhavsstrondina.

Fleiri keldur hava fyrr eisini sagt frá, at flýggjanin hendi umvegis russisku flogstøðina í Sýria.

Reuters tíðindastovan skrivaði í farnu viku, at al-Assad lumpaði bæði sínar medarbeiðarar, hernaðarleiðsluna og enntá familjulimir tá hann flýddi.

Fyrrverandi forsetin sigur nú, at flýggjanin als ikki var tilrættaløgd, sum tað ljóðaði tá. Sambært honum var tað Russland, sum skundaði undir flýggjanina.

Frákoyrdi einaræðisharrin og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi, ein avgerð, ið er tikin av Vladimir Putin persónliga, sigur ein talsmaður hjá russiska forsetanum, skrivar finska kringvarpið, Yle við AFP, Reuters, AP og Tass sum keldum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

54 Leygardagur 21. desember 2024

Vindur og olja lið um lið  í Barentshavinum

Útbyggja við havvindi nærhendis oljuleið

Vindmylnulundin fer at liggja tætt við oljuleiðina Goliat í Barentshavinum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Havvindur er “in”, hvar tú enn hyggur rundan um teg í grannalondum okkara. Tað veri seg í Bretlandi, Noregi og Danmark fyri bert at nevna nøkur av londunum, sum síggja útbyggingar av havvindmylnulundum sum ein av kjarnunum í framtíðar grøna orkuskiftinum.

Sum nakað nýtt eru íleggjarar í grøna orkuskiftið farnir at hyggja eftir Barentshavinum. Har vilja tey royna at menna vindorku í sama umhvørvi, har olju- og gassframleiðsla longu finst.

Verkætlanin, sum ber heitið “Goliatvind”, skal fara av bakkastokki norðan fyri Noreg nærhendis verandi Goliat oljupallin. Verkætlanin hevur fingið 2 milliardir krónur í stuðuli frá Enova.

Nú hevur felagið sent umsókn til myndugleikarnar um loyvi til at byggja eina stóra havvindmylnulund í Barentshavinum. Nevndarformaðurin í GoliatVIND, Gunnar Birkeland sigur, at tey vóna at kunna fáa loyvi í 2025. Hann sigur, at við hesi verkætlan kann Norra gerast eitt av oddalondunum innan flótandi havvind.

[object Object]

Ætlaða havvindorkulundin, sum fer at fevna um fimm vindmyllur, fer at liggja umleið 85 kilometrar úr landi á 400 metra dýpi, og fer at gera brúk av tí undirstøðukervi, sum longu er millum land og pallin Goliat. Hesin oljupallurin fær el úr landi.

GoliatVIND verkætlanin skal framleiða 75 MW streym. Ætlanin er at framleiða streym frá 2028 og fer lundin eisini at veita streym til Goliat pallin, sum er tann størsti av sínum slag í heiminum. Hann er rundur og av sama slag sum tann, ið orkufelagið Ithaca ætlar at brúka, um og tá tað fær loyvi til at byggja út stóru oljuleiðina Cambo eystan fyri føroyska markið.

Feløgini, sum í løtuni standa fyri eini fyribils royndarverkætlan uttan fyri Hammerfest í Norðurnoregi, eru Source Galileo Norge, Odfjell Oceanwind, Kansai Electric Power and ENEOS. 

Tað er tó ikki bara undanvindur á havvindorkuøkinum, tá hugt verður eftir gongdini í seinastuni. Eitt nú var tað eitt stórt vónbrot og bakkast fyri grøna orkuskiftið í Danmark, tá nýggjasta útbjóðingin av havvindsøkjum í Danmark fekk eitt skot fyri bógvin. Eingin umsøkjari var, og nú eru myndugleikarnir farnir undir sjálvrannsakan. Teir vilja vita, hví eingin søkti, og hvat skal gerast fyri at betra um komandi útbjóðingar.

[object Object]Vindmylnulundin fer at liggja tætt við Goliat oljuleiðina




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

55 Leygardagur 21. desember 2024

Kolanýtslan í heiminum aftur methøg

Mett verður, at nýtslan av koli fer at seta met í 2024 - triðja árið á rað

Tað er serliga í Kina, sum hevur økt um nýtsluna av koli (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Triðja árið á rað væntast kolanýtslan í heiminum at gerast methøg.

Sambært nýggjari frágreiðing frá altjóða orkustovninum IEA verður mett, at samlaða kolnýtslan fyri 2024 verður 8,77 milliardir tons.

Tað er serliga í Kina, sum hevur økt um nýtsluna av koli, og Kina hevur seinastu 25 árini brúkt 30 prosent meira kol enn restin av heiminum tilsamans.

Hóast Kina hevur økt um framleiðsluna av burðardyggari orku við m.a. sólpanelum og vindmyllum, fer Kina væntandi - eins og restin av heiminum - at brúka metnógv kol í 2024, skrivar Ritzau.

Kolanýtslan í ES væntast at minka 12 prosent í 2024, og í USA fimm prosent.

Umframt Kina eru tað serliga India og Indonesia, sum halda nýtsluna av koli uppi.

Sambært IEA væntast nýtslan verður hægst í 2027, áðrenn hon minkar aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

56 Leygardagur 21. desember 2024

Dyggur smeitur fyri battarímenning í Evropa

Nú um dagarnar fór risastóra battaríverkætlanin “Northvolt” í Svøríki í konkursviðgerð. Hetta er eitt skot fyri bógvin í grøna orkuskiftið í Evropa

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Stóri vøksturin í framleiðsluni av elbilum, vindmyllum, sólkyknum og aðrari grønari tøkni, sum m.a. byggir á battaríir, hevur sett ferð á battaríframleiðsluna fyrst og fremst í USA og Kina, men Evropa vil eisini vera partur av hesi so týðandi grøna orkuskiftinum í kapping við USA og Kina.

Tí vóru vónirnar til risaverkætlanina Northvolt í Norðursvøríki sera stórar, tá farið varð undir at byggja eina verksmiðju, sum skuldi menna og framleiða battaríir og battarítøkni. Stórir íleggjarnar tóku undir  við verkætlanini, tí teir sóu, at Evropa skuldi, eins og Kina og USA, eisini kappast um skjótt vaksandi battaríídnaðin. 

[object Object]

Millum størstu íleggjararnir vóru Volkwagen og Goldman Sachs. Stovnari av fyritøkuni, sum ætlanin var skuldi byggja út í fleiri evropeiskum londum, var Peter Carlsson, fyrrveradni stjóri í Tesla. Hann er síðandi farin frá. 

Millum íleggjararnar var eisini danska pensiónsfelagið ATP, sum nú roynir at leggja hesa nærum ævintýrligu verkætlan aftur um seg. Northvolt er nevniliga við at fara konkurs og er í løtuni í eini konkursviðgerð.

Íleggjarar hava longu mist milliardir av krónum og her eisini ATP, sum hevur mist 2,3 milliardir krónur. Nú viðgongur leiðslan í felagnum, at váðin var alt ov stórur. Kortini verður ikki mett, at henda skeiva grøna íløgan fer at koppa hesum múgvandi danska pensiónsfelagnum, sum er gott fyri 700 milliardir krónur. 

Ein av høvuðsorsøkunum til, at Northvolt ikki eydnaðist sum ætlað - í hvussu er fyribils - er tann sera harða kappingin við USA og Kina, har júst battaríframleiðsla hevur havt vind í seglunum og eisini har er ein kjarnin í grøna orkuskiftinum. 

Ætlanin við Northvolt var, at hon skuldi vera juvelurin í grønu krúnuni hjá ES og Evropa í kappingini við USA og Kina. Hon skuldi vera ein høvuðsmotorurin í grøna orkuskiftinum í Evropa. Gekk sum ætlað skuldi fyritøkan við framleiðslu í bæði Svøríki, Týskalandi og Kanada kunna nøkta 25 prosent av battarítørvinum í Evropa í 2030.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

57 Leygardagur 21. desember 2024

Føroyar og Litava skulu spæla um HM-pláss í apríl

Føroysku kvinnurnar fingu so at siga so gott lutakast sum gjørligt til play-off umfari. Litava vitjar til søguligan dyst við Tjarnir 9. ella 10. apríl, og nakrar dagar seinni verður útidysturin

Føroysku kvinnurnar fegnast um søguliga stigið móti Kroatia. Tað tryggjaði Føroyum eisini styrkismeting - nú skulu føroysku spælararnir av álvara seta nøsina upp móti enn einum endaspæli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gjørdist ikki Kroatia, Serbia, Portugal ella Norðurmakedonia, sum vóru londini, sum Claus Mogensen, landsliðsvenjari, og liðið helst vildu sleppa undan. 

Tað varð heldur ikki til dømis Italia, sum er á veg fram, og helst hevði staðið sum eitt "lumpisligt mótstøðulið".

Tað gjørdist Litava, sum kom úr pottinum beint eftir "Faroe Islands" tá lutakast var farna vikuskiftið í Wien.

[object Object]
Her er alt lutakastið til umfarið. Vit síggja millum annað at Kroatia, sum Føroyar vóru eitt mál betri enn, fingu Spania . So stóran mun kunnu marginalar gera í ítrótti - Kroatia var ikki styrkismett (Skíggjamynd: EHF)

Hetta merkir, at føroysku kvinnurnar, í sínum fyrsta heimadysti við Tjarnir, taka ímóti Litava mikudagin 9. apríl ella hósdagin 10. apríl.

Her verður grundarlagið undir samanløgdum føroyskum sigri vónandi lagt. Sum nú er, má metast, at Føroyar standa sum favorittar til uppgerðina.

Litava kom ikki víðari til EM - serliga vegna tap í Aserbadjan í undankappingini. Liðið er komið til HM-play off umfari við sigri á Stórabretlandi og teprum sigri á Grikkalandi.

Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1996. Føroyar vunnu við fýra málum (21-25), tá liðini í 2018 hittust í 1. umfari í HM-undankappingini.

Talan var í øllum førum nær við at vera eitt perfekt lutakast fyri føroysku kvinnurnar, sum í apríl hava møguleikan at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vóru styrkismettar vegna 3. plássi í bólkinum í Basel herfyri, og síggja út til at hava fingið løn fyri stríðið: Eitt mótstøðulið sum man eigur at hava ein góðan møguleika at basa yvir tveir dystir.

Seinni dysturin verður spældur í Litava - helst Vilnius - leygardagin 12. apríl ella sunnudagin 13. apríl 2025.

Endaspælið verður í Týsklandi og Niðurlondum í november-desember næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2024

58 Leygardagur 21. desember 2024

Pernille: - Eitt fínt mótstøðulið fyri okkum

- Eg má viðganga, at eg kenni ikki so nógv til litaviska liðið enn, men útfrá teimum ellivu møguligu liðunum, síggi eg Litava sum eitt fínt mótstøðulið, sigur liðskiparin á kvinnulandsliðnum

Tað kann vísa seg at verða avgerandi fyri HM-luttøku hjá Føroyum, at Pernille Brandenborg og og hinar knógvaðu ein janvleik móti Kroatia í Basel og skoraðu eitt mál fleiri enn júst Kroatia í bólkinum. Lagnurnar kunnu gerast ógvuliga ymiskar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin gjørdist greitt, at Føroyar og Litava skulu spæla móti hvørjum øðrum í play-off umfarinum í undankappingini til HM 2025. 

Hetta var á pappírinum eitt ógvuliga gott lutkast fyri føroysku kvinnurnar - so at siga tað besta gjørligt. Liðskiparin dylur heldur ikki fyri, at hon var nøgd, tá nøvnini komu úr pottinum: 

- Litava er eitt lutakast, sum eg haldi, at vit skulu vera væl nøgdar við. Eg má viðganga, at eg kenni ikki so nógv til litaviska liðið enn, men útfrá teimum ellivu møguligu liðunum, síggi eg Litava sum eitt fínt mótstøðulið hjá okkum í dreyminum um at spæla okkum til HM-endaspælið

Pernille Brandenborg staðfestir fyri Portalinum, at man kundi fingið verri lutakast - og sanniliga eisini um tað ikki var eydnast at enda beint frammanfyri Kroatia í EM-bólkinum. Kroatia varð ikki styrkismett og fekk helst allarsterkasta liðið, sum er í umfarinum.

Føroyar mugu nú metast at vera í góðari støðu, í mun til at spæla seg í annað endaspælið á rað - og tað fyrsta HM-endaspælið í vaksnamannahondbólti.

Av tí at endaspæl er hvørt ár í hondbólti, so eru HM-undankappingin stutt. Meðan EM-undankappingin eru bólkar við dystum úti og heima móti fleiri liðum, skulu tey londini sum júst hava verið til EM, bert spæla eitt play-off umfar í hesum førum: Ein dyst úti og ein heima.

Hesir dystirnir verða í apríl. Fyrri dysturin millum Føroyar og Litava verður í Høllini við Tjarnir miku- ella hósdagin 9./10. apríl. Seinni dysturin verður í Litava leygar- ella sunnudagin 12./13. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2024

59 Leygardagur 21. desember 2024

Føroyar hava vunnið á Litava áður

Hetta var í 2018 - eisini í undankapping til HM - tá londini hittust á øðrum sinni í kvinnuhondbólti. Í apríl hittast liðini tvær ferðir í som viku, og tá er HM-atgongumerki uppá spæl

Júst seks ár áðrenn EM-javnleikin móti Kroatia, 1. desember, vunnu Føroyar á Litava í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri tjúgu árum síðani taptu Føroyar 27-24 fyri Litava í seinasta bólkaspælsdystinum í Challenge Trophy. Føroysku kvinnurnar vóru tó komnar víðari tá, og endaðu í finaluni, sum italsku vertirnir vunnu.

Beint yvir 14 ár eftir dystin í Mezzocorona, hittust londini aftur í A-landsliðshøpi hjá kvinnum. Tað var í 1. umfari av HM-undankappingini. Føroyar gjørdu bart í hesum seinna bólkaspælsdystinum og vunnu 25-21.

Les eisini: Fralíkur føroyskur sigur á Litava

Tað var einasti sigurin í trimum dystum hjá Føroyum, og harvið eydnaðist ikki at koma víðari til 2. umfar í undankappingini (play-off umfarið). 

Har vera føroysku kvinnurnar fyri fyrstu ferð nakrantíð í 2025, og er tað takkað verið EM-luttøkuni. Og takkað verið javnleikinum móti Kroatia, og tað at Føroyar skoraðu fleiri mál enn júst Kroatia, vóru Føroyar styrkismettar í lutakastinum sunnudagin.

Úrslitið av tí var, at Føroyar fingu eina av allarbest møguligu lutakastunum: Litava. Liðini skulu næsta ár spæla fyri triðju ferð, og tá er tað beinleiðis um pláss í HM-endaspæli.

Litava kom ikki víðari til EM-endaspælið. Hetta serliga vegna tap í Aserbadjan í undankappingini. Liðið er komið til HM-play off umfari við stórsigri á Stórabretlandi og teprum sigri á Grikkalandi í 1. umfari.

Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1996. Føroyar vunnu sum sagt við fýra málum, tá liðini í 2018 hittust í 1. umfari í HM-undankappingini. Síðani hevur føroyskur hondbóltur verið í stórari menning.

Tað hevur helst eisini verið menning í Litava, men við tí sum vit vita nú, so áttu Føroyar í øllum førum staðið við góðum møguleika at koma til HM-endaspælið - og einum favorittleikluti í apríl.

Seinni dysturin verður spældur í Litava - helst Vilnius - leygardagin 12. apríl ella sunnudagin 13. apríl 2025. HM-endaspælið verður í november-desember. 

[object Object]
Landsliðskvinnurnar frøast eftir sigurin á Litava í HM-undankappingini í Baden í Sveits fyri seks árum síðani. Nakrar teirra eru framvegis við á landsliðnum, t.d. Bernille Branden, Súna K. Hansen og Bjarta O. Johansen (Savnsmynd: HSF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

60 Leygardagur 21. desember 2024

Noreg setti Danmark uppá pláss í EM-finaluni

Spenningurin fór úr dystinum tíðliga í 2. hálvleiki, og Noreg vann triða EM-endaspælið á rað - Thorir Hergeirsson endaði heilt væl sum landsliðsvenjari

Henny Reistad (toppskjútti og dagsins spælari) og hinar hjá Noregi vóru at enda greitt omaná. Tá norska álopsspælið kom í gongd, var tað ikki til at steðga (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gullturkurin hjá donsku kvinnum heldur fram. 20 ár aftaná OL-gullið í Athen var møguleikin aftur har móti Noreg sunnukvøldið, men ein marrukendur seinni hálvleikur fyri Danmark og norsk hágóðska gjørdu, at talan at enda gjørdist um ein stóran norskan sigur.

Anna Kristensen (besti spælari í kappingini) legði annars út sum eitt óløgi í danska málinum, og danska verjan var ógvuliga góð fyrsta korterið. Noreg skoraði ikki fyrstu átta minuttirnar, og fyrsta málið var kontramál. Evropameistararnir gjørdu óvanliga nógv mistøk fyrstu løtuna - eisini Henny Reistad, sum varð toppskjútti og dagsins spælari. Heimsins besti spælari blakaði nógvar bóltar burtur.

Tað gjørdi Danmark eisini gjøgnum dystin, og norska verjan fekk veruliga yvirtakið. Tað var 13-12 til Noreg í steðginum, og brádliga var 21-14: Danmark skoraði bert eitt mál fyrstu tólv minuttirnar av 2. hálvleiki, verja og málverji fingu ikki fatur á nøkrum, og tað gjørdist ongantíð spennnadi aftur.

Norska maskinan koyrdi, Danmark spældi ikki sum eitt lið, sum var í einari finalu, og tað endaði 31-23.

Triðja EM-gullið hjá Noreg á rað. Liðið er eisini olympiskur meistari og vísti sunnukvøldið, hví - og at liðið kann standa seg uttan Stine Oftedal og Nora Mørk. 

[object Object]
Íslendingurin er ein ímynd fyri norskan hondbólt (Mynd: EPA)

Næstu ferð Noreg spælir endaspæl verður tað við nýggjum venjara. Thorir Hergeirsson takkaði fyri seg við EM-gulli eftir 15 ár sum venjari. Undan 2009 var íslendingurin hjálparvenjari, og vann hann nú sítt 11. gull við Noregi. Ógvuliga flott avrik hjá Hergeirsson og liðnum. Noreg vann allar dystirnar í hesari kappingini.

Danmark skal reisa seg aftur til HM næsta ár. Enn eitt heiðursmerki í hús til Jesper Jensen og liðið men eitt finalutap á átta mál rakar meint.

EM-finala 2024
Sunnudagin 15. desember, Wiener Stadthalle 
Noreg - Danmark 31-23 (13-12)

Toppskjútti og dagsins spælari: Henny Ella Reistad (8 mál)

Undan finalunivann Ungarn spennandi bronsudyst móti Fraklandi. Hetta var fyrsta heiðursmerki hjá Ungarn í tólv ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2024

61 Leygardagur 21. desember 2024

Jóhan á Plógv Hansen úttikin til HM

Havnarmaðurin og hinir skulu royna at vinna fjórða HM á rað - uttan Niklas Landin og Mikkel Hansen. Byrjað verður í Herning 14. januar

Jóhan á Plógv Hansen eigur trý HM-gull heiðursmerki. Danmark hevur ikki tapt nakran HM-dyst, síðani Nikolaj Jacobsen tók við (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

29. HM-endaspælið í hondbólti hjá monnum verður hildið í Danmark, Noreg og Kroatia frá 14. januar til og við 2. februar.

Danir spæla móti Algeria á byrjanardegnum í Jyske Bank Boxen í Herning. Liðið spælir bólkaspæl og meginumfar á heimavølli, og skal síðani til Oslo, um tað eydnast at koma í fjórðingsfinalurnar.

Ætlanin er, at Danmark endar við finalu í Oslo 2. februar. Undir Nikolaj Jacobsen hava danir spælt trý HM-endaspøl og vunnið øll trý. Liðið hevur ikki tapt nakran dyst, og danski venjarin segði á tíðindafundi í vikuni, at hann ikki ætlar at byrja upp á tað nú.

Dansk Håndboldforbund, DHF, hevði tíðindafund í vikuni í sambandi við, at HM-hópurin varð tikin út. 19 nøvn eru á listanum. Ein av hesum verður við sum eykamaður í fyrstu syftu, og til hvønn dyst skulu tveir afturat veljast frá - 16 pláss eru á dómaraseðlanum.

[object Object]
Nicolaj Jacobsen hevur fýra gull sum danskur landsliðsvenjari. Hann tók við í 2017 - nú hevur karismatiski venjarin tikið enn ein sterkan hóp út til enn eitt endaspæl (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen er úttikin sum einasti "veruligi" høgri vongurin. 30-ára gamli havnarmaðurin hevur verið við til øll trý HM-endaspølini undir Nikolaj Jacobsen.

Flensburg-Handewitt vongurin verður ikki fyrstaval, tí Niclas Kirkeløkke nú spælir vongur á landsliðnum og samstundis dekkar bakkur. Hetta er millum annað fyri at geva Mathias Gidsel meira "frí" í verjuni. Man kemur tó helst at síggja Jóhan heilt fitt í eldinum.

Hetta er annars fyrsti danski endaspælshópur uttan Mikkel Hansen og Niklas Landin í 16 ár. Báðir góvust á tindinum við OL-gulli í august.

Máverjar:
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt

Vengur:
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt
Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt
Johan á Plógv Hansen Hansen, SG Flensburg-Handewitt

Strikuspælarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Simon Hald, Aalborg Håndbold

Bakspælarar:
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah Larsen, SG Flensburg-Handewitt
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Jacob Holm, Paris Saint-Germain
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt
Emil Madsen, THW Kiel

Tveir við fornavninum Emil eru við til eitt endaspæl á fyrsta sinni. Evnaríki strikuspælarin Emil Bergholt er ein av teimum fáu, sum spælir í heimligu donsku deildini, og liðfelagin Emil Madsen er við sum "hin lámi bakkurin". Fremst í røðini er heimsins besti spælari, Mathias Gidsel.

Umframt Algeria, er Danmark í bólki saman við Tunesia og Italia. Hetta skuldu trýfaldu heimsmeistararnir lættliga komið ígjøgnum sum vinnari, áðrenn eitt nakað meira avbjóðandi meginumfar bíðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2024

62 Leygardagur 21. desember 2024

Danmark, Kekkia og Poland vertir fyri EM hjá monnum í 2030

EM-endaspælið hjá monnum í 2032 verður í Týsklandi og Fraklandi, og tá verða Danmark, Týskland og Poland eisini vertir fyri EM hjá kvinnum, hevur evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, kunngjørt

3. desember hittust Danmark og Føroyar í EM-endaspælinum hjá kvinnum. Tað endaði við 33-24 til Danmark. Nú er greitt, at Danmark verður eitt av vertslondunum fyri EM-endaspælinum hjá kvinnum í 2032 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danmark, Kekkia og Poland verða vertir fyri EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum í 2030.

Tað hevur evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, kunngjørt.

Endaspælið verður í døgunum 10. til 27. januar 2030 í trimum býum - O2 arena í Prag, Spodek í Katowice og Jyske Bank Boxen í Herning.

Eisini er kunngjørt, at EM-endaspælið hjá monnum í 2032 verður í Týsklandi og Fraklandi í døgunum 15. januar til 1. februar 2032. Dystir verða spældir í tveimum fronskum og fýra týskum hallum, men hvar er ikki endaliga avgreitt.

Tá EM hjá kvinnum verður frá 1. til 19. desember 2032, verða vertirnir Týskland, Danmark og Poland.

Enn er ikki greitt, hvørjir býir í Týsklandi og Danmark verða vertir fyri EM-endaspælinum, men dystirnir, sum verða spældir í Polandi, verða spældir í Spodek í Katowice. Møguligir vertsbýir í Danmark eru Odense, Aalborg, Herning og Aarhus, og í Týsklandi Hamburg, Hanover, Magdeburg, Leipzig, Berlin og Kiel.

Enn er ikki greitt, hvar EM hjá kvinnum verður í 2030.

Tað er frammanundan greitt, at EM hjá monnum í 2026 verður í Danmark, Noregi og Svøríki, og í 2028 verða vertirnir Portugal, Spania og Sveis.

EM-endaspælið hjá kvinnum í 2026 verður í Kekkia, Polandi, Rumenia, Slovakia, og Turkalandi, og í 2028 verður tað í Danmark, Noregi og Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2024

63 Leygardagur 21. desember 2024

Geza kann spæla fyri Føroyar í mars

Passið kemur í januar, og ikki langt aftaná tað verður landsliðið úttikið til fyrstu uppgávurnar í 2025. 23-ára gamli gøtumaðurin hevur bíðað í longri tíð

Geza David Turi í landsliðstroyggju - hjá Gunnari Vatnhamar - og við Merkinum á húsavegginum. Tað var ein heilt serstakur dagur fyri 23-ára gamla norðagøtubúgvan hósdagin (Mynd: vikingur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir drúgva bíðitíð og nógv ivamál upprann dagurin endaliga, har tað við 100 prosent vissu og endaliga gjørdist greitt: Geza David Turi fær danskan ríkisborgararætt.

Sí eisini: Geza: - Eri troyttur av at bíða og práta um passið

23-ára gamli fótbóltsspælarin við ungarsku foreldrunum hevur búð í Norðragøtu í 18 ár. Seinastu árini hevur hann søkt nakrar ferðir og bíðað. Hósdagin var Geza ein av teimum á listanum yvir persónar, sum Fólkatingið hevur góðkent. 

Tískil var tað ein stór løta fyri "Lítla Geza", sum hevur havt eitt stórt ynski um at formliga gerast føroyingur og at umboða Føroyar í fótbólti.

- Eg kenni meg meira sum føroying enn ungara, staðfesti hann fyri blaðnum Ellivu fyrr í mánaðinum. 

Passið kemur í postkassan einaferð í januar. Í mars skulu Føroyar spæla tveir HM-undankappingardystir. Tað er ikki vist enn, hvør verður venjari, men Geza David Turi er helst eitt ógvuliga gott boð uppá at vera ein av miðvallarunum í hópinum.

Fyrstu dystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í 2025 (HM-undankappingi):
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)

Seinastu árini hevur Geza verið ein stórur profilur hjá Víkingi, sum í ár gjørdist føroyameistari. Ársins ungi spælari frá 2021 vantar altjóða dystir - vegna sína støðu viðvíkjandi tjóðskapi - men hann hevur 10 evropeiskar dystir fyri Víking.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

64 Leygardagur 21. desember 2024

HB hevur keypt Noah leysan

22-ára gamli miðvallarin hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við Bryne, men nú hevur Noah Mneney trý-ára sáttmála við felagið, sum leigaði hann í seinnu hálvu í ár

17 dystir, Løgmanssteypið og eitt landsliðspláss. Tað tók eina løtu at koma í gongd, men Noah Mneney fann fótbóltsgleðina aftur í HB eftir eina torføra tíð í Noregi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Orkuríki og sterki miðvallarin spældi 17 dystir og skoraði tvey mál fyri HB í 2024, umframt eitt púra trygt brotsspark í steypafinalusigrinum á B36.

Steypagull fyrst í november og nú jólini nærkast: Sáttmála við HB fyri næstu trý árini.

[object Object]
Noah Mneney við Løgmanssteypinum og saman við fegnum og kendum HB'arunum eftir sigurin í grannafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki alment, hvussu nógv HB hevur rindað fyri 22-ára gamla miðvallaran, sum var á A-landsliðnum í november eisini. Men á onkran hátt er Noah Mneney so sloppin úr avtalun í Noregi - har tað als ikki gjørdist nakað fótbóltsævintýr hjá unga miðvallaranum.

Noah skifti til Bryne fyri tveimum árum síðani, og hevði sáttmála fyri 2025 við norska felagið, ið flutti upp í bestu deildina uttan føroyingin í heyst.

Nú er Noah Mneney ikki bundin av tí sáttmálanum longur men at HB. Ársins ungi spælari í Føroyum í 2022 kann gerast ógvuliga týðandi spælari fyri HB næstu árini.

Hann er uppvaksin í Fuglafirði og í ÍF, men fór longu sum 15-ára gamal til Víking, har Noah Mneney av álvara menti seg. Tá hann varð ársins ungi spælari (í 2022) og fekk A-landsliðsboð á fyrsta sinni, vann Víkingur Løgmanssteypið.

Hann hevurspælt beint yvir 100 dystir í Betrideildini og í steypaappingini samanlagt. Noah er skrásettur fyri seks evropeiskar dystir, umframt eina rúgvu av U-landsdystum. U21-landsliðsliðskiparin fer millum annað at miðja eftir føstum A-landsliðsplássi næstu tíðina.

[object Object]Noah kom inn í 1-0 sigrinum í Armenia í síðsta mánaða, har hartarbeiðandi miðvallarin var við at verja sigurin heim (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Les eisini samrøðu við Noah Mneney um hansara støðu her:
Noah skuldi finna fótbóltsgleðina aftur í HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

65 Leygardagur 21. desember 2024

Djordjevic flytur í Gundadal

30-ára gamli álopsspælarin hevur spælt við EB/Streymi seinastu trý árini - í 2022 undir júst Jákup Martini Joensen, sum er høvuðsorsøk til hetta skiftið. Nú hava Filip og B36 skrivað undir eitt-árs sáttmála

B36 verður sætta felagið, sum Filip Djordjevic umboðar í Føroyum. "Føroyskt-talandi serbin" hevur sereginleikar við bóltinum (Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur vant við seinastu tíðina, og hósdagin gjørdist endaliga greitt, at Filip Djordjevic fer at spæla fyri B36 í 2025.

- Eg fari spentur undir hesa uppgávuna. B36 er eitt spennandi felag, og tað eru við fullari orku, at eg fari at geva mítt íkast, sigur hann í viðmerking við síðu felagsins.

B36 verður sætta felagið, sum 30-ára gamli álopsspælarin umboðar í føroyskum fótbólti. Hann kom úr Serbia í 2010, og hevur drúgvar royndir í bestu føroysku deildini. Filip hevur spælt fyri KÍ, Víking, ÍF, TB og EB/Streym, og hann er á FaroeSoccer skrásettur fyri fleiri enn 300 dystir í fremstu røð.

Í Víkinga-tíðini var Filip við til at vinna steypakappingina fýra ferðir á rað, við til at koma víðari í Evropa tríggjar ferðir og at vinna FM í 2016 og 2017.

[object Object]
Ikki síðani Víkinga-tíðina (2012-2019) hevur Filip Djordjevic spælt við einum felagi, sum kann roknast millum "topp-fimm feløgini" í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)
 
Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá B36, sigur, at við hesari undirskriftini legst afturat við spennandi álopsførleikum.

- Vit eru í holt við at seta saman ein ungan og spennandi hóp, og í tí arbeiðinum er neyðugt við royndum spælarum sum Filip. Við sínum serliga bóltførleika og góða fótbóltshugflogi er hann millum teir mest undirhaldandi spælararnir í føroysku kappingini, og hann fer av tí sama eisini at fjøltátta álopsspælið, sigur hann.

Teir báðir arbeiddu eisini saman í EB/Streymi í 2022. Tá endaði liðið á 5. pláss, og Filip varð valdur ársins spælari í felagnum. Hetta var samanlagt besta árið hjá Filipi Djordjevic síðani Víkina-tíðina. Hann dylur ikki fyri, at hann treivst væl undir Jákup Martini ta ferðina.

- Hann er greiður í sínum samskifti og krøvum, og hann er ein høvuðsorsøk til, at eg taki hetta stigið, sigur Filip Djordjevic.

Djordjevic er fimti spælarin, sum hevur flutt til B36 í vetur. Hinir eru Heini Vatnsdal, Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen og Bergur Poulsen. Tveir teir síðstnevndi koma eisini úr júst EB/Streymi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2024

66 Leygardagur 21. desember 2024

B68 leigar enn ein spælara úr KÍ

Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024

Jákup er vinstrabeintur verjuspælari, sum kann røkja plássið sum miðverji ella vinstri bakkur - her til venjing undan Conference League-dysti á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.

Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.

Mánakvøldið kunngjørdi B68, at felagið hevur leigað Jákup Norðoy Vilhelmsen úr KÍ fram til summarsteðgin 2025.

Jákup er vinstrabeintur verjuspælari, sum kann røkja plássið sum miðverji ella vinstri bakkur.

Jákup Vilhelmsen spældi í ár tíggju dystum (565 minuttir) fyri besta liðið hjá KÍ í 2024, og varð valdur til ársins unga spælara í felagnum.

Í seinnu hálvu var U21-landsliðiðsspælarin í EB/Streymi, har hann spældi seks dystir. Nú skal Jákup royna at gera mun á Toftum og menna seg víðari har - í øllum førum í eitt hálvt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

67 Leygardagur 21. desember 2024

Mórits Heini til EB/Streym

25-ára gamli miðvallarin úr Runavík hevur spælt beint undir 100 dystir í Betrideildini - allar fyri NSÍ

Mórits Heini Mortensen saman við Niels Paula Danielsen eftir at sáttmáli er undirskrivaður (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur og Mórits Heini Mortensen hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2025.

- 25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboðað barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í Betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til, skrivaði EB/Streymur á heimasíðu síni sunnukvøldið.

Mórits Heini kemur úr NSÍ, sum hann altíð hevur spælt fyri. Miðvallarin sigur sjálvur soleiðis við heimasíðuna hjá EB/Streymi:

- Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum

Í EB/Streymi fegnast tey um tilgongdina av Mórits Heina.

- Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv, sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024

68 Leygardagur 21. desember 2024

NSÍ keypir norskan miðverja

Runavíkingar hava skrivað undir við 28 ára gamlan norðmann, sum í 2021 spældi við 07 Vestur

Kevin Jabilinski (Mynd: Östersunds FK)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ hevur skrivað undir við norska miðverjan Kevin Jabilinski fyri kappingarárið 2025.

28 ára gamli norðmaðurin kemur til Føroya í januar, og verður sostatt við, tá liðið kemur saman í nýggja árinum.

- Norski miðverjin skal verða við til at at styrkja okkum verjupartin, samstundis sum hann kann verða við til byggja spælið upp við sínum góða spæliskili, sigur NSÍ.

Kevin Jabilinski hevur umboðað lið bæði í næstubestu og triðbestu deildunum í Noregi og Svøríki. Eisini var hann eitt skifti í Føroyum, har hann spældi við 07 Vestur. Hann er skrásettur fyri 15 dystir og eitt mál fyri 07 Vestur í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

69 Leygardagur 21. desember 2024

Fara undir samrøður við møguligar landsliðsvenjarar eftir ársskiftið

U21-venjaratoymi er sjálvandi ein møguleiki, og FSF nýtir millum annað eina ráðgevingarfyritøku. Hetta sigur aðalskrivarin Kristin Dam Ziska um tilgongdina at finna venjara til manslandsliðið

Um venjaraprofilin sum hugt verður eftir, sigur aðalskrivarin: - Umframt sjálvandi at hava góðar eginleikar sum venjari, skal viðkomandi vera ein sterkur leiðari og samskiftari – bæði í mun til innanhýsis samskifti í hópinum men eisini alment, har landsliðsvenjarin í stóran mun myndar felagsskapin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin gjørdist endaliga greitt, at føroyska manslandsliðið skal undir HM-undankappingina í mars 2025. Í tí sambandi, og nú tað eru tveir mánaðir síðani at Fótbóltssambandi segði Håkan Ericson úr starvi, hevur Portalurin vent sær til aðalskrivaran hjá FSF og spurt um tilgongdina viðvíkjandi nýggjum venjara.

Kristin Dam Ziska sigur, at málið allatíð hevur verið, at fastur landsliðsvenjari verður settur áðrenn dystirnar í mars 2025. Ætlanin hjá FSF er, at tosa við venjaraevni til A-landsliðið tíðliga næsta ár: 

- Í tilgongdini at seta nýggjan landsliðsvenjara hevur frá byrjan verið sannlíkt, at Føroyar skuldu leika kappingardyst í mars 2025. Málið hevur tí allatíð verið, at ein nýggjur landsliðsvenjarin er settur til dystirnar í mars. Vit fylgja løgdu tíðarætlanini, har tað eftir ársskiftið er ætlanin at fara undir samrøður við møguligar landsliðsvenjarar.

Tað er nú ein góður mánaði síðani seinasta dystin í 2024. Hesum stóð Eyðun Klakstein á odda fyri. Eyðun og Atli Gregersen, sum vanliga stjórna U21-landsliðnum, tóku við sum fyribils venjarar. Føroyar vunnu síðani í Armenia (14. november) og tryggjaðu sær harvið plássið í Nations League deild C. 

Í Norðurmakedonia endaði við teprum tapi, men málið varð rokkið undir fyribils toyminum. Nærum beint eftir dystin segði FSF-forsetin, Christian Andreasen, við Dimmu, at hetta venjaratoymi avgjørt var ein møguleiki sum verandi loysn. Portalurin hevur spurt, um hendan loysnin framvegis er á borðinum. 

- Eyðun og Atli gjørdu eitt fantastiskt arbeiði fyri okkum til dystirnar í november. Vit kenna teir eisini væl frá U21 landsliðnum og vita, at teir megna uppgávuna. U21 venjaratoymið er sjálvandi ein møguleiki, sum vit eisini umhugsa, staðfestir Kristin Dam Ziska, nú tað er 17. desember.

[object Object]
Eyðun Klakstein undir dystinum í Jerevan 14. november, sum Føroyar vunnu 1-0: Fyrsti kappingarsigur í yvir tvey ár og fyrsti útisigur í yvir fýra ár. Hann og Atli Gregersen hava sáttmála við FSF fyri 2025 og 2026 - sum U21-landsliðsvenjarar (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Sterkur í leiðslu og samskifti - nýta altjóða ráðgevingarfyritøku í arbeiðnum

Tað eru fimm ár síðani, at FSF seinastu leiðari eftir føstum venjara til manslandsliðið. Í slíkum førum er tað umráðandi at vita, júst hvørjum man leitar eftir. Meðan "Fótbóltsføroyar" bíða eftir, hvør skal standa á odda fyri manslandsliðnum hevur FSF hugt gjølla eftir, hvat slag av venjara man vil hava. Man hevur eisini leitað sær ráðgeving uttanfrá.

- Hvat er tað serliga, at tit hyggja (slag av profili), og hvørjar kanalir ella kontaktir nýtir FSF í slíkum føri? 

- Tað er ein breið heildarmeting, sum verður gjørd, tá landsliðsvenjarin verður settur. Umframt sjálvandi at hava góðar eginleikar sum venjari, skal viðkomandi vera ein sterkur leiðari og samskiftari – bæði í mun til innanhýsis samskifti í hópinum men eisini alment, har landsliðsvenjarin í stóran mun myndar felagsskapin, staðfestir FSF-aðalskrivarin og heldur fram:

- At seta landsliðsvenjara er ein rímuliga samansett uppgáva, har vit skulu fyrihalda okkum til ein marknað, sum vit ikki hava dagligt innilit í. Fyri at hjálpa okkum í hesum førinum nýta vit tí eina ráðgevingarfyritøku við serkunnleika innan rekruttering, umframt at vit eisini brúka okkara altjóða netverk fyri at finna júst rætta venjaran.

Vit spurdu til endans Kristin Dam Ziska um, hvussu man annars sær uppá lutakastið og landsliðsárið hjá monnum, sum liggur fyri framman: 

- At koma í bólk við fimm liðum var okkara fremsta ynski til lutakastið. Fyri nýggja venjaran verður tað ein stór avbjóðing av byrja við tveimum truplum útidystum í mars. Tá hesir báðir fyrstu dystirnir eru leiktir, sær dystarskráin tó serliga góð út restina av árinum. Umframt kappingardystirnar skulu vit leika tvær vinardystir – ein juni og ein í november. Samanumtikið enn eitt áhugavert landsliðsár, sum vit við spenningi gleða okkum til.

Leikskráin fyri føroyska manslandsliðið í HM-undankappingini í 2025:
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

Føroyar eisini ein venjingardyst í juni og ein í november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

70 Leygardagur 21. desember 2024

07 Vestur aftur í Betrideildini

31-ára gamla skotska Eilish McSorley, sum hevur verið yrkisfótbóltsspælari, verður venjari. Eisini skal hon hava høvuðsábyrgdina av førleikamenningini hjá ungu gentuleikarunum í felagnum

Eilish McSorley hevur spælt tjúgu landsdystir fyri Skotland og yrkisfótbólt í heimlandinum, Italia og Svøríki. Nú fær hon høvuðsábyrgd av kvinnu- og gentusíðuni hjá 07 Vestur
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir trý ár í Betrideildini varð ikki mett at grundarlag var fyri, at 07 Vestur skuldi spæla í fremstu røð hjá kvinnum í 2024. Einki vaksnamannalið yvirhøvur hevur verið á kvinnusíðuni í Vágum í ár, men í 2025 verður øðrvísi.

Í vikuni hevur 07 Vestur boðað frá, at felagið verður umboðað i Betrideildini hjá kvinnum næsta ár eisini.

- 07 Vestur hevði einki lið í Betri deildini hjá kvinnum í 2024, og tískil skiftu fleiri av okkara leikarum til onnur feløg. Tað hevur verið eitt ynski um at fáa eitt kvinnulið hjá 07 Vestur við aftur í Betri deildina.

Samstundis varð boðað frá, at Eilish McSorley verður venjari tvey tey næstu árini. 31-ára gamla skotska kvinnan var yrkisspælari í heimlandinum, Italia og Svøríki. Hon spældi eisini 20 A-landsdystir fyri Skotland, umframt nógvar ungdómslandsdystir.

Fyri tveimum árum síðani gavst McSorley at spæla, og fór undir venjaraleiðina. Hendan heldur nú fram hjá 07 Vestur. Har verður uppgávan at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum, umframt at hava høvuðsábyrgdina av førleikamenningini hjá ungu gentuleikarunum í felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

71 Leygardagur 21. desember 2024

Mjølnir vann á greiða oddaliðnum SÍ

Hotel Djurhuus-deildin: Mjølnir - SÍ 3-2 (21-25, 25-11, 25-22, 19-25, 15-10)

Liðskipararnir hjá ávikavist Mjølni og SÍ, Amanda Niclassen (v.m) og Sólfríð Højgaard Poulsen
SkrivaÐ:

Innsent

Undan dystinum mikukvøldið hevði SÍ fult stigatal fyri sínar sjey dystir í Hotel Djurhuus-deildini, men í Klaksvík rendi SÍ seg í fyrsta ósigurin hetta kappingarárið, tá Mjølnir í fimm settum vann á oddaliðnum.

Tað var heimaliðið, sum legði best fyri, og tók seg framum 5-1 og var eisini fyri tað mesta á odda til 18-15, tá ið stígur kom í, og SÍ fór framum 20-18 við fimm stigum á rað, og megnaði at halda frástøðuna og vinna fyrsta settið 25-21.

Í øðrum setti legði Mjølnir fyri sum eitt óløgi, og fór frá 5-3 upp á 14-3 í einum háli, og mest sum avgjørdi settið beinanveg.

Í triðja setti var støðan júst tann øvugta, og SÍ legði seg á odda 9-1. Her freistaðust tey flestu at halda, at settið mundi vera avgjørt, men við sjey stigum á rað fekk Mjølnir samband aftur við SÍ og javnaði seinni til 10-10 og fór framum 16-14. SÍ megnaði ongantíð at endurvinna leiðsluna, og heldur økti Mjølnir um munin og vann 25-22.

Fjórða sett var javnt til 8-8, tá SÍ vann 11 av teimum næstu 12 bóltunum, og fór framum 19-9 og vann settið sannførandi 25-19.

Mjølnir fekk betri byrjanina í javnbrótaranum, og legði seg á odda 5-1, áðrenn SÍ minkaði um munin til 4-5. Mjølnir sleit seg tó leyst aftur, og fór framum 8-4 og misti ongantíð takið aftur og vann 15-10.

Við teimum tveimum stigunum kom Mjølnir upp á liðina á Fleyr á øðrum plássi við sama stigatali, men Fleyr hevur betur settmun, og hevur eisini spælt tveir dystir færri.

Farna vikuskiftið vórðu tveir dystir spældir:

Fleyr vann 3-2 á Mjølni við settúrslitunum (21-25, 19-25, 30-28, 26-24, 15-7), og KÍF vann 3-1 á Drátti við settúrslitunum (20-25, 13-25, 25-19, 17-25)

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

SÍ 22 stig
Fleyr 13 stig
Mjølnir 13 stig
KÍF 11 stig
TB 10 stig
Dráttur 0 stig

Mjølnir hevur spælt 9 dystir, SÍ og Dráttur 8 meðan hini hava spælt 7 dystir

Bert ein dystur er eftir at spæla í ár:

Leygardagin 21. desember kl. 13: KÍF - Fleyr í høllini í Kollafirði

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

72 Leygardagur 21. desember 2024

SÍ aftur á fyrsta plássi eftir 3-0 sigur á ÍF

Eftir at Mjølnir í eina tíð hevur ligið á fyrstaplássinum í Polestar-deildini fyri menn í flogbólti, er SÍ aftur á tindinum eftir lættan sigur sigur á ÍF sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Innsent

Polestar-deildin:
ÍF – SÍ 0-3 (17-25, 15-25, 28-30)

Eftir at Mjølnir í eina tíð hevur ligið á fyrstaplássinum í Polestar-deildini, er SÍ aftur á tindinum eftir samanumtikið lættan sigur sigur á ÍF sunnudagin, hóast ÍF hevði sjey settbóltar í triðja setti. Nú bæði tey fremstu liðini hava spælt átta dystir, er SÍ fremst við 21 stigum, tvey stig frammanfyri Mjølnir.

SÍ legði seg tíðliga í fyrsta setti greitt á odda og fór framum 14-7, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum SÍ vann 25-17.

Heldur betur gekk hjá ÍF í øðrum setti, tó at tað endaði við størri muni enn í fyrsta settinum, tí ÍF helt tørn til 13-13, tá SÍ sleit seg leyst við at vinna sjey bóltar á rað og legði seg á odda 20-13. ÍF vann bara tvey stig aftrat, og soleiðis vann SÍ settið 25-15.

ÍF bjóðaði kortini veruliga av í triðja setti og spældi seg til ikki minni enn sjey settbóltar, men SÍ hóraði kortini undan hvørja einastu ferð og vann ístaðin 30-28. Tríggjar teir seinastu bóltarnar vann spælandi venjarin úr Póllandi, Mateusz Pazgan – tveir við smassji frá vinstra kanti og dystarbóltin við blokki.

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 21 stig
Mjølnir 19 stig
Fleyr 11 stig
ÍF 9 stig
Ternan 0 stig

Í gjárkvøldið var dystur í Klaksvík millum Mjølnir og ÍF. Seinasti dystur í hesum árinum verður:

Leygardagin 21. desember kl. 18: SÍ - Fleyr í Sørvági

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2024

73 Leygardagur 21. desember 2024

12 ungir rógvarar skulu til DM í inniróðri

Sarita Kristina Hansen hevur givið rógvarum úr seks ymiskum føroyskum feløgum boð til kappingina, sum verður í Gladsaxe í januar

Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar koma at luttaka í sprint og teinarógving (Mynd: rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á hvørjum ári fer ungdómslandsliðið hjá Róðrarsambandi Føroya til Danmarkar at luttaka í DM í inniróðri, og 2025 verður einki undantak

Aftur í ár verður DM í Gladsaxe – hesaferð tann 11. januar 2025.

- Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar koma at luttaka í sprint og teinarógving: tey yngru 2-4 minuttir og tey eldru á 2000 metrum.

Hetta skrivar Róðrarssamband Føroya á heimasíðu sínari. Har verður samstundis kunngjørt, at ungdómslandliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen, hevur givið hesum 12 íðkarum landsliðsboð:

U12 dreingir – Jógvan S. við Misá, Róðrarfelagið Tindur.

U13 gentur – Natasja Hansy úr Hørg, Sumbiar Ítróttarfelag.

U13 dreingir- Martin Eirikson Mikkelsen, Róðrarfelagið Tindur.

U14 gentur – Victoria Høghamar og Sirið Mørkøre, báðar Eiðis Róðrarfelag.

U14 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag.

U16 gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur,Kristvør Clementsen, Róðrarfelagið Knørrur og Vár í Húsinum, KÍF Kappróður.

U16 dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur.

U17 dreingir – Teitur Borg Brattaberg, Vágs Kappróðrarfelag.

U18 dreingir – Pauli Joensen, Róðrarfelagið Tindur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

74 Leygardagur 21. desember 2024

Minst fimm ymisk støð verða nýtt til tær 14 ítróttargreinarnar

"Betri Oyggjaleikir 2027 um alt landið" er slagorðið hjá oyggjaleikanevndini. Tað mesta verður í Havn/høvuðstaðarøkinum. Runavík, Klaksvík, Miðvágur og Suðuroyggin hýsa eisini ítróttargreinum

Klaksvík er einasta staðið uttanfyri Havnina, har meira enn ein ítróttargrein verður: Flogbóltur og triatlon vera her (Mynd: Pól Sundsskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað eru tvey og eitt hálvt ár til oyggjaleikirnir verða hildnir í Føroyum, og nú er  greitt júst hvørjar tær 14 ítróttargreinarnar eru - og nærum endaliga greitt júst  hvar í landinum allar verða.

Fagnaðurin um at Føroyar høvdu fingið oyggjaleikirnar í 2027 hevði ikki heilt lagt seg, áðrenn tað byrjaði at vera nakað av missljóði - og nærum ramaskríggj í summum førum: Tí hvar í landinum skulu ymisku ítróttargreinarnar vera?

Øll øki vilja hava sítt, og ymisku sersambondini hava havt síni ynski. Í tíðindaskrivi í ásannar oyggjaleikanevndin, at hóast tey fegnast um at verða komin á mál við staðsetingunum, so harmast tey um, at øll ikki hava fingið júst tað, sum tey ynsktu sær: 

- Hetta hevur verið drúgt, og tað bar tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Við hesi
staðsetingini meta vit tó, at flestu ítróttagreinarnar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar at avgreiða sínar kappingar á yggjaleikunum, sigur
oyggjaleikanevndin. 

Størsti parturin í høvuðsstaðarøkinum

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3. til 9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær eru: Badminton, borðtennis, bogaskjóting, fimleikur, frælsir ítróttir, flogbóltur, fótbóltur judo, kurvabóltur, skjóting, súkkling, svimjing, triatlon og tennis.

Onkur ivamál eru, men yvirskipað eru ítróttakappingarnar endaliga staðsettar, staðfestir oyggjaleikanevndin: 

- Tá ið Betri Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum, verða kappingar um alt landið.
Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítróttum, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis í Havn og nær við Havnina. Kappast verður í
bogaskjóting í Miðvági, í fimleiki í Runavík og í flogbólti og triatlon í Klaksvík. 

Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í
Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av,
hvørjir vøllir skulu brúkast. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2024

75 Leygardagur 21. desember 2024

Ein av okkara mest framkomnu vinnulívsmonnum hevur lagt árarnar inn

Minningarorð: Er tað nakað, vit her á oyggjunum hava brúk fyri, so er tað júst slíkar sum Dunga Jákup, ið á so mangan hátt hevur víst vegin

Jákup Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fríðálvur A. Jensen

Tá eg setti meg at lurta eftir tíðindunum í Kringvarpinum, bleiv eg sera harmur, men so sanniliga eisini fegin um, at okkara almenni tíðindaberi vildi minnast ein av okkara heilt stóru innan føroyskt vinnulív, sum er  farin.

Tað, at eg setti meg at skriva nøkur orð er, at eg longu heilt afturi í 90´unum kom at kenna Jákup Jacobsen – vanliga nevndur Dunga Jákup.

Eg minnist ein av fundunum, har eg var í arbeiðsørindum, at eg beit serliga merki í henda mannin, sum var stórur í stødd, men sera lítillátin og skemtingarsamur.

Hann kom eisini inn á hvør eg var, so tá eg nevndi meg eisini at vera bygningssnikkara, fekk hann eitt glimt í eygað, tí hann var eisini komin úr somu snikkaravinnuni.

Hetta gjørdi bara mína virðing fyri Jákupi enn størri, tí eg fór at hugsa fyri mær, at tað nú kanska er ikki so galið við eini upprunaligari handverkaraútbúgving.

Vit fingu eitt vinaband, sum eg var glaður fyri, tí eg havi altíð havt sera stóra virðing fyri tí, ið bæði hann og fleiri úr Gøtu hava fingið av skafti.

Jákup var ikki tann, sum setti seg sjálvan fremst, so tá eg plagdi at leggja leiðina inn á skrivstovuna í Gøtu, hevði hann nógv gott fólk um seg, sum hann eisini hevði tokka til.

Vit hava mist ein sera dugnaligan og viljasterkan vinnulívsmann, sum so sanniliga hevur lagt nógv eftir seg, sum mong húsarhald og einstaklingar hava notið gott av.

Er tað nakað, vit her á oyggjunum hava brúk fyri, so er tað júst slíkar sum Dunga Jákup, ið á so mangan hátt hevur víst vegin!

Takk fyri alt, góði Jákup, og hvíl í friði.

Fríðálvur A. Jensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2024