Leygardagur 14. desember 2024 | Nr. 50 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 8
SíÐa 3
SíÐa 49
SíÐa 31
SíÐa 39
SíÐa 58
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Hendan vikan hevur endaliga prógvað, at fólkið í Føroyum ikki er samt við ætlanunum hjá landsstýrinum og tunnilsfeløgum í spurninginum hvussu komandi suðuroyartunnilin skal leggjast.
Freistin hjá almenninginum – stutta freistin, hóast hon varð longd – var úti hesa vikuna, og greitt er, at rættiliga stór ónøgd er viðvíkjandi linjuføringini.
Ein veljarakanning, sum Portalurin og hetta blað hevur fingið gjørt vísir eisini, at undirtøkan fyri ætlanunum hjá tunnilsfelagnum er lítil og víkjandi.
Fyrr í vikuni savnaðust bygdafólk og avbygdafólk heima á Sandi fyri at seta orð á teirra meining um ætlanirnar at skamfíla Sands bygd. Tíbetur var ikki bara funnist at, men komið var fram við einum skilagóðum alternativi til øðrvitiskenda uppskotið, sum annars liggur á borðinum.
Tað snýr seg um, at komandi farleiðin til Suðuroyar skal oyðileggja sum minst av viðkvæma umhvørvinum og náttúruni í Sandoynni. Hugaligt at hoyra royndan kommunalpolitikara, bjóða fram sín egna haga at koyra ígjøgnum, til tess at fáa eina nógv meira skilagóða loysn á avbjóðingini, sum ikki bara skaðar sum minst, men eisini kann koma Skúvoynni til góðar í nógv størri mun, enn við ætlaðu linjuføringini.
Vónandi er politiska skipanin so mikið at sær komin, at hon talar at ætlanini hjá tunnilsfelagnum og krevur, at linjuføringin verður umhugsað av nýggjum.
Tí tað ber ikki til at fara undir Føroya nógv størstu íløgu í undirstøðukervið, og at henda skal verða gjørd ímóti viljanum hjá flestu borgarum í landinum.
Grundgevingarnar ímóti ætlanini hjá tunnilsfelagnum eru millum annað, at náttúran kring Sandsbygd er sjáldsom og virðismikil og ikki minst at sandafløttarnir og mølheyggjarnir er einastandandi náttúra og dýrabær landbúnaðarjørð, ikki minst nú tosað verður um, at vit í størri mun eiga at framleiða okkara egnu landbúnaðarvørur – tær, ið kunnu vaksa í Føroyum. Og her hava heimasandsfólk verið undangongufólk og víst á, at tað ber til.
Havandi tað í huga, so er tað eitt sindur spell, at vit í hesum kjakinum ikki hava hoyrt fleiri røddir tala ímóti ætlanunum í hinum endanum av tunnlinum, nevniliga at lata hann koma upp í Sandvík fyri síðan at skera Hvalbiar bygd av fyri at kunna leiða ferðsluna til núverandi Hvalbiartunnil.
Júst somu skilagóðu grundgevingar, sum hava verið at hoyrt heiman av Sandi, kunnu brúkast um Hvalba og Sandvík. Er tað nakra aðrastaðni í Føroyum, har líkindi eru at dyrka eplir og aðra rótfrukt í góðari sandmold, so má tað vera júst í Sandvík og Hvalba.
Tað ber heldur ikki til, at leggja høvuðsferðsluæðrina millum Suðuroynna og meginøkin beint gjøgnum smala eiðið í Hvalba. At skera hesa bygd av um tvøran er ein alt ov høgur prísur at rinda fyri Suðuroyartunnilin.
Vit hava hoyrt hvalbingar tala fyri heldur at lata tunnilin koma upp sunnan fyri Hvalbiar bygd og Hvalbiarfjørð. Vónandi fær landsstýrið eisini eyguni upp fyri skilagóðu grundgevingunum fyri hesi loysnini.
Tunnilin verður longdur við nøkrum kilometrum, gamaní, og verður harvið eisini tilsvarandi kostnaðarmiklari. Tað er so tað. Men at hann skuldi blivið minni tryggur at koyra ígjøgnum av teirri orsøk, er møsn.
Vit vita øll eftirhondini, at tað er ongastaðni tryggari at koyra, enn í einum beinum væl upplýstum tunnli, har ferðslan hvørki er ávirkað av kulda, regni ella vindi.
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at ein onnur staðseting skal finnast til tjóðleikhúsið
Tórshavnar býráð samtykti hósdagin, at Tjóðleikhúsið ikki skal byggjast á Eystaru bryggju í Havn.
Tað var eitt uppskot um at finna aðra staðseting til Tjóðleikhúsið enn Eystara havnarøki frá Kára Johansen, sum varð samtykt.
Fyri atkvøddu Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen.
Elsa Berg sum verður borgarstjóri 1. januar atkvøddi saman við Jákupi Dam, Anniku Olsen og Gunvør Balle ímóti.
Komandi borgarstjórin skeyt upp, at beina málið aftur í nevnd. Tað uppskotið fall.
Tað var í mars 2021, at ein dómsnevnd kom fram til, at Tjóðleikhúsið skuldi staðsetast á Bursatanga - á markamótinum millum bý og havn. Hetta var eisini nakað sum býráðið einmælt samtykti 27. januar 2022.
Nú vil býráðið so kortini ikki hava Tjóðleikhúsið á Eystaru bryggju.
(Mynd: Landsverk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Tað er stórur meiriluti fyri, at tunnilsmunnin til komandi Suðuroyartunnilin verður norðan fyri Sands bygd, vísir veljarakanning
Stendur tað til føroyska veljaran, so skal tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin í Sandoynni ikki vera í Djúpadali, sum tunnilsfelagið annars ætlar.
Næstan helmingurin av teimum, ið ynskja tunnil, mælir til at finna eitt stað, har verkætlanin ikki ger seg inn á náttúruna heima á Sandi.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin/BlaðiðVikuskifti í farnu viku, settu vit henda spurningin: “Hvar heldur tú, at tunnilsmunnin í Sandoynni skal vera?” Sigast skal tó, at spurningurin einans varð settur teimum, sum halda, at Suðuroyartunnilin skal gerast, antin beinanvegin ella seinni.
Bert 22 prosent av teimum spurdu halda, at tunnilsmunnin skal vera í Djúpadali, meðan 47 prosent svaraðu “norðan fyri húsini í Sands bygd”, sum vit orðaðu tann alternativa møguleikan í hesum føri.
31 prosent – næstan triðji hvør – svaraðu “veit ikki”.
Smá landafrøðilig og politisk frábrigdi
Vit hava eisini hugt eftir politiska tilknýtinum í mun til svarini, og kunnu her staðfesta, at í øllum flokkinum er stórur meiriluti fyri at flyta tunnilsmunnan norður um Sands bygd, tó mest í Sambandsflokkinum (52 prosent) og Tjóðveldi (51).
Eisini í Framsókn og Miðflokkinum mælti væl yvir helmingurin av teimum spurdu at leggja tunnilsmunnan norðanfyri. Fyri teir smáu flokkarar er óvissan tó stór í slíkum kanningum, tí tá verður arbeitt við einum so lítlum tali av spurdum.
Hóast tað eru flest í Sambandsflokkinum, sum svara ‘norðan fyri Sands bygd’, so er tað eisini flest í Sambandsflokkinum (28 prosent) sum halda at munnin skal vera í Djúpadali. Orsøkin til hetta fyribrigdi skal finnast í, at tað eru lutfalsliga fá í Sambandsflokkinum, sum hava svara, at tey ikki vita.
Vit hava eisini hugt eftir hvat veljararnir í teimum ymsu økjunum í Føroyum hava svarað. Tað er í hesi kanningini ein vansi, at Suðuroyggin og Sandoyggin verða taldar saman í kanningini, tí tað kann hugsast at sandoyafólk og suðringar hava ymisk áhugamál: Sandoyingar ynska kanska at verkætlanin skal órógva náttúruna í oynni minst møguligt, meðan suðringar møguliga hugsa, at tunnilin helst ikki skal vera longri enn neyðugt.
Her sæst, at tey, ið búgva longst burtur frá komandi Suðuroyartunnlinum ivast mest, ella hava minst áhuga í spurninginum, tí 48 prosent av veljarunum í Norðoyggjum svara ‘veit ikki’.
Í Vágum/Norðstreymoy og Sandoy/Suðuroy svara yvir helmingurin, ávikavist 52 og 51 prosent, at tunnilsmunnin skal vera norðan fyri bygdina. Í høvuðsstaðarøkinum eru tað 49 prosent, í Eysturoy 42 og í Norðoyggjum 34 prosent, sum svara ‘norðan fyri bygdina’.
Kanningin vísir eisini, at tað eru nógv meira kvinnur enn menn, sum ivast – ávikavist 44 og 21 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Veljarakanning vísir greitt, at almenninginum ikki hóvar, at munnin á komandi suðuroyatunnlinum verður norðuri í Sandvík
Tað er ikki bara í Sandoy, at almenni hugburðurin ikki er í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum og tunnilsfelagnum í spurninginum um hvar tunnilsmunnin til komandi tunnilin millum Sandoy og Suðuroy skal vera.
Í uppskotinum til løgtingslóg er ætlanin, at tunnilin kemur upp í Sandvík, og at ferðslan skal leiðast gjøgnum ein annan tunnil til Hvalbiar og síðan gjøgnum Hvalbiar bygd yvir til verandi nýggja tunnilin millum Hvalba og Trongisvág.
Veljarin er ósamdur
Men sambært veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin/BlaðiðVikuskifti í farnu viku, eru tað bert 18 prosent av veljarunum, sum eru samd við myndugleikunum í at tunnilin skal koma upp í Sandvík.
Tað eru nógv fleiri, sum mæla til, at tunnilin kemur upp í Nesi nærri núverandi Hvalbiartunnli.
Vit settu farna mikudag 500 veljarum hendan spurning: “Hvar ynskir tú, at tunnilsmunnin í Suðuroynni skal vera?”.
Sigast skal, at tað eru heilt nógv, sum ivast í hesum spurninginum, tí helmingurin, 50 prosent av teimum spurdu svaraðu ‘veit ikki’.
Tríggir svarmøguleikar vóru annars til spurningin.
Suðuroyingar og sandoyingar sannførdir
Tá hugt verður eftir hvønn flokk veljararnir velja, so er greiður meiriluti í øllum fyri loysnini í Nesi heldur enn í Sandvík.
Og tá hugt verður eftir svarunum hjá teimum, sum búgva í ‘suðurøkinum’, tað er í Suðuroy og í Sandoy, so er ikki nógvur ivi.
Meira enn helmingurin, 56 prosent, svaraðu ‘í Nesi’, meðan 23 prosent søgdu ‘í Sandvík’, 3 prosent ‘í Hvalba’ og 17 prosent svaraðu ‘veit ikki’. Talið av teimum, sum svaraðu ‘veit ikki’ var nógv minni her enn í hinum økjunum í Føroyum.
Ja til Skúvoyartunnil
Vit spurdu eisini, um veljarin ynskir, at komandi Suðuroyartunnilin skal koma upp í Skúvoy.
Eisini her er svarið greitt. Helmingurin av teimum spurdu siga ja til spurningin: “Heldur tú, at Suðuroyartunnilin eigur at fara upp í Skúvoy?”.
31 prosent siga nei, meðan 19 prosent svara ‘veit ikki’.
Hetta vísir, at tað eru nógv fleiri, sum nú mæla til at Suðuroyartunnilin kemur upp í Skúvoy, enn tað gjørdi í november í fjør, tá vit eisini settu spurningin. Tá søgdu 42 prosent ja, 30 prosent nei og 28 prosent ivaðust
Hyggja vit eftir landafrøðiliga býtinum í nýggjastu kanningini, so síggja vit, at tað eru havnarfólk, sum eru mest ‘lunkað’ í spurninginum um at loyva skúvoyingum eisini at fáa møguleika at koyra til og frá oynni, tí 37 prosent av teimum spurdu í høvuðsstaðnum svaraðu nei og bert 43 prosent ja.
Nógv tað greiðasta svarið kemur frá veljarunum í Sandoy og Suðuroy: 74 prosent siga ja, 12 prosent siga nei og 14 prosent siga ‘veit ikki’.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Helmingurin av okkum óttast fyri náttúruni, um tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin verður nærhendis Stóravatn á Sandoynni - einans 5 prosent halda, at ferðslan skal oman í Sands bygd, um tunnilin kemur upp í Djúpadali
Meira enn helmingurin av fólkinum ber ótta fyri náttúruni, um almenna tunnilsfelagið ger álvara av sínum ætlanum um at staðseta tunnilsmunnan á komandi suðuroyartunnlinum í Djúpadali norðan fyri Skarvanes, nærhendis Stóravatni og Lítlavatni.
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í farnu viku, settu vit henda spurningin: “Óttast tú fyri náttúruni kring Stóravatn og Lítlavatn (norðan fyri Skarvanes) um avgjørt verður, at tunnilsmunnin skal vera har?”
51 prosent søgdu ja, 21 prosent nei og 28 prosent svaraðu ‘veit ikki’.
Hyggja vit eftir politiska tilknýtinum, so kunnu vit staðfesta, at tað eru fólk, ið velja Tjóðveldi, ið óttast mest, tí av teimum svaraðu 59 prosent ja til spurningin. Eisini í Framsókn og Javnaðarflokkinum eru tað væl oman fyri helmingurin, sum óttast fyri náttúruni í hesum føri.
Minst ótti er í Fólkaflokkinum, har tey flestu svaraðu ja, men eisini 27 prosent – sum tað hægsta – sum svaraðu nei.
Landafrøðiliga eru tað borgarar í Tórshavnar kommunu og í Eysturoynni, sum óttast mest fyri náttúruni, meðan borgarar í Norðoyum og Sandoy/Suðuroy óttast minni – har vóru tað ávikaist 42 og 45 prosent, ið svarað ja upp á spurningin.
Fleiri kvinnur enn menn svaraðu ja – 54 mótvegis 49 prosentum.
Vilja ikki koyra gjøgnum Sands bygd
Men hvat nú um tunnilin kemur upp í Djúpadali – hvør skal vegaføringin millum tunnlarnar so vera?
Tað spurdu vit eisini um í veljarakanningini.
Og her er svarið rættiliga greitt. Fólkið vil ikki hava, at ferðslan skal ganga gjøgnum Sands bygd og víðari fram við Sandsvatni.
Spurningurin hevur vituliga ikki verið lættur at svara, tí tað eru heili 64 prosent av teimum spurdu, sum svaraðu ‘veit ikki’.
Hinir møguleikarnir fyri at svara vóru:
Einans fimm prosent - ávikavist 2 og 3 prosent - valdu teir báðar fyrru møguleikarnar, meðan 31 prosent – ein lítil triðingur – valdu triðja møguleinan. Altso tey vilja heldur koyra eftir einum vegi uppi á hæddunum eystan fyri bygdina fyri at koma til hin tunnilin, enn at koyra oman gjøgnum Sandslíð og fram við vatninum antin eystanfyri ella vestanfyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
28 prosent halda, at farast skal undir Suðuroyartunnilin sum skjótast, meðan 43 prosent halda, at hann skal gerast, tá Eysturoyar- og Suðuroyartunnilin bera seg uttan landskassastuðul
Ætlanin um at fara undir at bora tunnil til Suðuroyar hevur breiða undirtøku í fólkinum.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningin.
Tilsamans 71 prosent av teimum spurdu í veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin halda, at ein tunnil skal gerast millum Suðuroynna og Sandoynna.
Men tað eru bert 28 prosent, ið halda, at farast skal undir at bora tunnilin ‘sum skjótast’, meðan 43 prosent halda, at hann skal gerast, men ‘ikki fyrr en Eysturoyar- og Sandoyartunnilin eru sjálvberandi’.
Einans 17 prosent halda, at tunnilin ‘als ikki skal gerast’ meðan 12 prosent siga seg ikki vita.
Harvið kann staðfestast, at mótstøðan móti einum komandi tunnli er minkandi, tí fyri einum góðum ári síðani settu vit eisini ein spurning um Suðuroyartunnil í eini veljarakanning.
Sí BlaðiðVikuskifti 11. november 2023
Tá hildu 22 prosent, at tunnilin ikki skuldi gerast, meðan tað vóru nógv færri enn nú, sum ivaðust og svaraðu ‘veit ikki’ – 6 prosent.
18 prosent svaraðu í november 2023, at hann skuldi gerast ‘sum skjotast’ og 54 prosent svaraðu, at hann ‘bara skuldi gerast, um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Hósdagin 19. desember verður hátíðarhald í sambandi við at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp
Talan er um ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1.965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2.246 metrar, umframt nýggjar vegir í Ánunum, Árnafirði og oman fyri Norðtoftir móti Norðdepli/Hvannasundi á tilsamans 1.800 metrar.
Hátíðarhaldið verður kl. 13.30 við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin (við Toftá), og tá fer landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Dennis Holm, at halda røðu, umframt heilsanir frá Katrini Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, Jón Sigurdsson, stjóra í Pf. Articon. Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og Landsverk bjóðar saman við Hvannasunds kommunu til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi.
Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Treysti (felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum) og súkklufelagið Norðstrok høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar. Renningin og súkklingin byrjar klokkan 12 við tunnilsmunnan í Ánunum. Upphiting er í tunnilsmunnanum 15 minuttir áðrenn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Seinferð, burðardygd og hondbóltslandslið varð eisini skotið upp
Ársins orð var í gjáramorgunin valt í beinleiðis sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Ársins orð gjørdist langtíðarhaldføri.
Lurtarar hava sent uppskot inn um ársins orð og tíggju orð eru vald úr rúgvuni. Tey tíggju orðini vóru:
Burðardygd
Bústaðartrot
Fosturtøkulóg
Langtíðarhaldføri
Hondbóltslandslið
Miðlatøgn
Orkuskifti
Seinferð
Tunnilsøði
Wegovy
Lena Reinert, limur í starvsnevndini í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, umboðandi felagið Føroyamál vóru í dómsnevndini.
Óluva Klettskarð valdi "seinferð" og Lena Reinert valdi "burðardygd". Jón Brian Hvidtfeldt valdi langtíðarhaldføri. Tær báðar Óluva og Lena góvu seg, og kundu vera við til, at langtíðarhaldføri bleiv ársins orð 2024.
Ársins orð seinastu árini
2024 Langtíðarhaldføri
2023 Vitlíki
2022 Stuttflutt
2021 Sammóðir
2020 Sóttarhald
2019 Heimafriður
2018 Ræstkjøtaburgari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
83 kømur, trý fundarhøli, veitsluhøli til 300 fólk, umframt matstova og kafe. Eftir ætlan verður eitt nýmótans gistingarhús í Klaksvík um hesa tíðina næsta ár
- Yvirskipað gongur tað eftir ætlað. Onkrar seinkingar hava verið, men vit vænta at heinta tað inn í 2025.
Tað sigur Jan Petersen við Portalin. Hann er stjóri í Christian í Grótinum, sum er íleggjari og setur 50 milliónir krónur av partapeningi í felagið.
Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið 150 milliónir krónur, og tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið í Klaksvík.
Í løtuni er nógv gongd á byggiarbeiðnum. Gistingarhúsið í Klaksvík hevur ikki endaliga fingið navn, men arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.
Tað ber ikki til at siga endaliga, men eftir ætlan verður gistingarhúsið liðugt í desember 2025 - um eitt ár. Og tikið verður móti gestum stutt eftir tað.
- Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og nú er eitt nýtt og stórt mentanarhús latið upp. Sum ein natúrligur liður í hesi gongd metir íleggjarin, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum, stendur á biskhotel.fo.
Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið. Tað verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni - við góðum útsýni í allar ættir.
Hotellið verður eitt fýra-stjørna hotell, sum hevur 83 kømur, trý fundarhøli og eitt veitsluhøli til 300 fólk. Umframt hetta verður ein matstova og ein kafe/barr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Hátíðarhaldið byrjar klokkan 13 í dag. Byrjað verður á Streymnes síðuni og síðani verður koyrt og gingið yvirum - meðan felagsmynd eftir ætlan verður tikin við dronu
Í dag, leygardagin 14. desesmber. klokkan 13. verður alment hátíðarhald við brúnna um Stóra, nú nýggja og snotiliga brúgvin er liðug og klár at taka í brúk.
Brúgvin við Stóra er tað, sum skilir Streymnes og Hvalvík, og er hon tí eitt heldur serstakt "mark".
Arbeitt hevur verið við brúnni seinastu tíðina, og nú leygardagin verður markað, at hon er liðug.
Byrjað verður á Streymnes síðuni, har Eiðis ljómfelag spælir og Jógvan Kruse, borgarstjóri, sigur nøkur orð. Aftan á at bandið er klipt, koyrir fyrsti bilurin um brúnna og í hølinum á honum ganga øll tey ið eru møtt upp, skrivar sunda.fo.
- Mitt á brúnni steðga vit til eina felags mynd sum Kjartan Madsen tekur við dronu (um veðrið er til tað).
Aftaná er drekkamuður og lagkøga á "hinari síðuni" - í Hvalvíkar skúla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Serliga játtanin frá løgtinginum til endamálið hevur hjálpt væl til at stytta bíðitíðina til sjúkraviðgerð
Bíðilistarnir á í føroyska sjúkrahúsverkinum eru styttir við 597 persónum higartil í ár. Hetta er hent eftir at løgtingið játtaði 4,25 milliónir krónur til eitt átak, sum hevur til endamáls júst at stytta bíðilistar til viðgerðir í sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsini hava í felag lagt virksemið til rættis, soleiðis at bíðilistarnir verða styttir mest møguligt við játtanini, sum er veitt til endamálið í ár. Eftir ætlan, verða bíðilistarnir styttir við tilsamans 1.100 persónum fyri ársenda, skrivar Heilsumálaráðið.
Játtanin er brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har metthevur verið, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru:
Hóast tað er avbjóðandi at stýra bíðilistum, arbeiðir Sjúkrahúsverkið støðugt við at betra viðgerðartíðirnar. Júst hendan raðfestingin ger stóran mun, og hevur beinleiðis jaliga ávirkan á tann einstaka sjúklingin.
- At veita borgarum trygga og skjóta heilsutænastu er eitt av okkara fremstu málum. Vit fegnast um, at hetta átakið, sum sjúkrahúsini í felag hava lagt til rættis, hevur eydnast væl higartil. Tað er mín vón, at vit náa málinum, sum er sett fyri árið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Fólkatalið í Føroyum 1. november var 54.648 fólk. Tað eru 250 fólk fleiri 1. november 2023 - vøksturin er tó minkandi, í mun til undanfarnu árini
1. november búðu 54.648 fólk í Føroyum. Tað eru 250 fleiri enn 1. november í fjør. Vøksturin er hálvt prosent, og tað er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8 prosent.
Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 250. Til samanberingar vaks tað við knapt 450 í undanfarna tíðarskeiði og við á leið 800 fyri fimm árum síðani.
Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var næstan 200 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. Burðaravlopið minkaði, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin minkaði meir enn burðaravlopið, serliga tí færri fluttu til Føroya enn í undanfarna tíðarskeiði.
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini fyri hvønn mánaða er framvegis minkandi. Tilflytingin minkar nakað meiri enn fráflytingin minkar, og tað hevur við sær, at nettoflytingin minkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Tá flytingarnar verða skiftar á bústaðartilknýti sæst, at minkingin í nettoflytingini seinastu tólv mánaðirnar var millum teirra, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya. Høvuðsorsøkin er, at færri uttan bústaðartilknýti fluttu til Føroya enn frammanundan. Nettoflytingin kundi verið minkað enn meiri, um gongdin í fráflytingini í undanfarnu tíðarskeiðunum helt fram. Men hetta seinasta árið vóru tað færri, bæði við og uttan bústaðartilknýti, sum fluttu úr Føroyum enn frammanundan. Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu tólv mánaða skeiðunum.
Millum teirra, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, hevur nettoflytingin verið negativ øll fimm tíðarskeiðini, sum eru við í talvuni niðanfyri. Hetta seinasta árið var hon tó eitt vet minni negativ enn frammanundan. Færri við bústaðartilknýti fluttu til Føroya, men uppaftur færri við bústaðartilknýti fluttu úr Føroyum.
Hesi fimm tíðarskeiðini er samlaða nettoflytingin spakuliga minkað. Tvey tey seinastu tíðarskeiðini var tað nettoflytingin millum teirra uttan bústaðartilknýti sum minkaði um samlaðu nettoflytingina, meðan tað harafturímóti var nettoflytingin millum teirra við bústaðartilknýti, sum minkaði um samlaðu nettoflytingina í trimum teimum undanfarnu tíðarskeiðunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
"Alt landið er ørkymlað av samrøðuni í gjár" er tekstur sum roynir at lokka teg inn á eina heimasíðu sum minnir um Dimmalætting. Endamálið er at lokka pengar úr fólki
Nú eru falskar lýsingar við kendum føroyskum persónum eisini komnar til Føroya.
- Orðini hjá Bárður á Steig Nielsen skelkaðu almenningin. Hetta er eitt avgerandi slag fyri hansara yrkisleið. Føroya bankar eru í øðini!
Soleiðis stendur í lýsing á Facebook í hesum døgum við mynd av Bárði á Steig Nielsen í klædningi og Keypmannahavn aftanfyri seg.
Tá trýst verður á leinki við yvirskriftini "Alt landið er ørkymlað av samrøðuni í gjár" verður brúkarin beindur víðari til eina heimasíðu við navninum glossty.shop, men er latin í hamin hjá Dimmalætting.
Endamálið er greitt. Tað er at lokka pening frá fólki.
Hetta er nakað sum danskir miðlar hava gjørt vart við í eina tíð. Hjá TV2 er tað eitt nú verturin og tíðindafólkið Divya Das sum verður brúkt í slíkum falskum lýsingum. Eisini hevur Anders Lund Madsen verið brúktur.
Tað vísir seg at vera trupult hjá Meta, sum rekur Facebook, at sleppa av við slíkar lýsingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað valbólk og Tjóðveldi verður hildið uttanfyri
Bjarni Johansen verður sitandi borgarstjórin í Vági eisini næstu fýra árini. Hetta varð samtykt á skipandi býráðsfundi í Vágs býráði mánakvøldið.
Tað lá fyrst í kortunum, at Levi Mørk skuldi vera borgarstjóri og at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu. So bleiv ósemja, tí sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vildi ikki skriva undir samgonguskjalið.
Bjarni Johansen vendi Javnaðarflokkinum baki og fríggjaði til Tjóðveldi, og tað ljóðaði, at fyrstvaldi í Vágs býráð, Arni D. Brattaberg, skuldi vera borgarstjóri meðan Bjarni Johansen fekk varaborgarstjórasessin.
Men á skipandi býráðsfundinum mánakvøldið varð alt vent á høvdið.
Meiriluti er skipaður uttan um Tjóðveldi og samgonga er skipað við Bjarna Johansen sum borgarstjóra. Levi Mørk verður varaborgarstjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Sum væntað, heldur Karl Johansen fram sum borgarstjóra
Nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu skipaði seg á býráðsfundi hóskvøldið.
Jógvan Skorheim, fyrstvaldur á listanum hjá Fólkaflokkinum, setti fundin.
Fyrsta mál á skrá var val av borgarstjóra. Karl H. Johansen var einasta uppskot, og varð hann valdur við seks atkvøðum fyri, fimm atkvøddu blankt. Nývaldi borgarstjórin leiddi síðan fundin. Næsta mál á skrá var skipan av valbólkum.
Býráðið staðfesti, at talan er um tveir valbólkar, sum eru soleiðis mannaðir:
Meirilutin: Karl H. Johansen, Hermann R. Samuelsen, Annika S. Biskopstø, Anfinn í Toft, Signhild V. Johannesen og Sylvia Thomsen.
Minnilutin: Jógvan Skorheim, Oddmar á Lakjuni, Eyðstein Ó. Poulsen, Fríðin Ziskason og Atli S. Justinussen.
Til 1. varaborgarstjóra bleiv vald Annika S. Biskopstø, og til 2. varaborgarstjóra bleiv valdur Jógvan Skorheim.
Nevndirnar blivu mannaðar soleiðis (varalimir í klombrum):
Fíggjarnevndin: Karl H. Johansen, føddur formaður sum borgarstjóri, Jógvan Skorheim, Anfinn í Toft, Oddmar á Lakjuni og Signhild V. Johannesen
Trivnaðarnevndin - børn og ung: Annika S. Biskopstø, Eyðstein Ó. Poulsen, Anfinn í Toft, Atli S. Justinussen og Hermann R. Samuelsen
Trivnaðarnevndin – eldri og bústaðir: Sylvia Thomsen, Atli S. Justinussen, Signhild V. Johannesen, Fríðin Ziskason og Annika S. Biskopstø
Tekniska nevnd: Hermann R. Samuelsen, Oddmar á Lakjuni, Anfinn í Toft, Atli S. Justinussen og Sylvia Thomsen
Umhvørvis- og býarskipanarnevndin: Anfinn í Toft, Jógvan Skorheim, Hermann R. Samuelsen, Eyðstein Ó. Poulsen og Annika S. Biskopstø
Mentanarnevndin: Signhild V. Johannesen, Atli S. Justinussen, Annika S. Biskopstø, Eyðstein Ó. Poulsen og Hermann R. Samuelsen (Anfinn í Toft)
Havna- og vinnunevndin: Sylvia Thomsen, Fríðin Ziskason, Anfinn í Toft, Oddmar á Lakjuni og Signhild V. Johannesen
Heilsunevndin: Signhild V. Johannesen, Jógvan Skorheim, Sylvia Thomsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Sjóvar kommuna: Almenni fundurin, sum Noomi Rasmussen kravdi, broytti einki. Hon fekk sjálv ongan nevndarsess men vónar kortini at fáa ávirkan
23. november varð nýtt kommunustýrið skipað í Sjóvar kommunu við Hans Andersi Jacobsen sum nýggjum borgarstjóra og Arturi Johansen sum varaborgarstjóra.
Noomi K. Rasmussen kærdi tó hendan fundin til løgmálaráðið, tí bygdaráðið hevði skipað seg á afturlatnum fundi.
Hon var fyrstvalda á nýggja kvinnulistanum, sum fekk trý umboð. Noomi Rasmussen var tann einasta av teimum valdu, sum ikki fekk nakran nevndarsess.
Noomi K. Rasmussen fegnast, at Sjóvar kommuna nú skipaði seg á almennum fundi, samstundis sum hon harmast um, at hon ongan nenvdarsess fær. Noomi K. Rasmussen er tó framvegis kommunustýrislimir og vónar at onkursvegna fáa ávirkan.
Nýggi borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, hevur ikki nakra serliga viðmerking til rumbli rundanum skipanina av kommunustýri í Sjóvar kommunu.
Artur Johansen hevur verið borgarstjóri seinastu seturnar. Hann verður varaborgarstjóri hjá manninum, sum var fyrstvaldur á valinum 12. november.
Nevndirnar í Sjóvar kommunu eru skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Artur Johansen
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd: Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, Artur Johansen
Tøkni- og býarskipanarnevnd: Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø, Sonni Johansen
Vinnu- og havnanevnd: Sonni Johansen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen
Mentanar- og frítíðarnevnd: Drós Ellingsgaard, Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn
Umboð í samstarvsnevndir:
Kongshavnar havnastýri: Sonni Johansen
Roðin: Drós Ellingsgaard. Borgarstjórin er fastur limur í Roðanum.
Skúlastýrið: Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn.
IRF:Sandra L. Østerø
SEV: Sandra L. Østerø
Kommunufelagið: Borgarstjórin
Skálafjarðar sløkkilið: Borgarstjórin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Nýggjur trý-ára sáttmáli er gjørdur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - hann gongur tó út næsta ár. Ein heimild er knýtt í viðvíkjandi staðbundnum og serstøkum avtalum um arbeiðstíð
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið tóku hósdagin undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar kvøldið fyri.
Tað stóð annars nærum í botni, gamli sáttmálin var langt síðani gingin út, og stór ósemja var um serliga arbeiðstíðarreglurnar.
Gamli sáttmálin varð gjørdur á sumri 2020 og var galdandi til 30. september 2022. Harvið hevur tað drigið nógv út, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur í dag við Kringvarpið, at júst hetta er eitt sindur flovisligt.
- Nú stendur man so við einum sáttmála, sum man sum so kann liva við(...) føla at vit hava givið okkum so langt, sum vit yvirhøvur kunnu.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tyktiskt heldur meira nøgdur - tó at summi krøv ikki komu við í sáttmálin.
Og hesin nýggi sáttmálin er so galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025. Harvið vera nógvar lønarkrónur goldnar við afturvirkandi kraft.
Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %
Greiðari reglur fyri vaktarbroytingum
Í sambandi við semjuna skriva partarnir, at ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan.
Millum annað eru reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast, og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.
Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Løgmálaráðharrarnir í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi hava verið á fundi við umboðum fyri tøknifyritøkurnar Meta, Google, TikTok og Snapchat
Løgmálaráðharrarnir í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi vóru mánadagin á fundi við umboðum fyri tøknifyritøkurnar Meta, Google, TikTok og Snapchat.
Á fundinum løgdu tøknifyritøkurnar fram teirra ætlanir um at basa ólógliga virkseminum, ið fer fram á teirra sosialu pallum.
Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir eru samdir um, at talan er um eitt stig á leiðini at basa hesum trupulleikanum, men at tørvur er á, at tøknifyritøkurnar taka størri ábyrgd og gera meira fyri at tryggja eitt gott og trygt umhvørvi á netinum.
Sí felagslýsing frá løgmálaráðharrunum: Erklaering-om-opfoelgende-moede-den-9.-dec.-2024.pdf
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Herfyri fekk viðgerðarstovnurin Frælsi á Eiði 80.000 krónur frá Lions Club, sum er ágóðin frá ársins tulipantiltaki. Hetta ger, at vit kunnu víðka um tilboðið til tey ungu við einum tónleikarúmi, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Frælsi
Á hvørjum ári undan páskum selur Lions Club blómutyssi við tulipanum undir herrrópinum ‟Nei til narko”. Tá kunnu virki, fyritøkur, stovnar og onnur stuðla fyribyrjandi arbeiði millum ung, tá ið tað kemur til serliga rúsevnismisnýtslu.
Hesa ferð gjørdi Lions Club av, at ágóðin frá tiltakinum skuldi fara til viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði, sum er eitt ókeypis tilboð til ung við rústrupulleikum, so tað skal bera til at hjálpa teimujm at fáa eina nýggja byrjan í lívinum.
– Vit eru sera takksom fyri hesar 80.000 krónurnar frá Lions, sum veruliga koma í tøkum tíma, tí vit eru í ferð við at gera eitt tónleikarúm til tey ungu, sum eru hjá okkum. Tað vísir seg, at fleiri teirra hava góð evni til tónleik, og kunnu brúka tónleikin til at úttrykkja seg, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Frælsi.
– Eisini eru vit so heppin, at vit hava tónleikarar knýttar at okkum. Pauli Magnussen arbeiðir hjá okkum og Holgar Jacobsen er avloysari, so teir vita, hvat skal til fyri at fáa eitt gott tónleikarúm. Tónleikur gongur beint til kenslurnar, so tað verður eitt hent amboð í viðgerðini at fáa aftrat.
Nógv úti í náttúruni
Frammanundan brúka tey nógv náttúruna í sambandi við viðgerðina og eru nógv úti saman við teimum ungu, sum eru komin á Frælsi at leita sær hjálp.
– Eg kann nevna, at tyrlumanningin hevur verið ófør at hjálpt til, og eisini hava vit bát, so nú er gott at fáa eitt bein aftrat at standa á í okkara viðgerð. At tey ungu sleppa at fáast við okkurt, teimum dámar og tey hava evni til, kann bara styrkja teirra sjálvsfatan og hjálpa teimum, sigur Martin.
Frælsi tekur sær fyrst og fremst av ungum brúkarum, sum eru bundnir av rúsdrekka og rúsevnum. Teirra royndir eru, at tað sum oftast byrjar við rúsdrekka og so endar við rúsevnum, sum eru fremsta orsøkin til, at tey ungu hava brúk fyri hjálp.
Kundu tikið fleiri inn
– Tíverri hava vit lága normering, at vit hava bara pláss fyri fimm ungfólkum í senn, men tørvurin er nógv størri, so vit royna at varskógva myndugleikarnar um, at vit saktans kundu tikið fleiri inn, sigur Martin Kúrberg, sum ikki upp á standandi fót kann siga, hvussu nógv hava fingið hjálp har.
– Nú havi eg ikki tølini við hondina, men hesi seks árini munnu vit hava hjálpt einum 100-200 ungfólkum. Hjá okkum er tað ikki sum á øðrum viðgerðarstovnum, at talan er um eitt seks viku langt skeið, men vit plaga at siga, at vit royna at hjálpa teimum, til tey hava fingið tað betri.
Umframt at hjálpa teimum ungu úr sínum rústrupulleikum, leggur viðgerðarstovnurin Frælsi stóra orku í at útvega teimum bústað og arbeiðspláss ella skúla, alt eftir tørvi, so tey ungu kunnu koma víðari eftir tíðina í viðgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum, og landsstýrið metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026
Løgtingið samtykti farna fríggjadag lógaruppskotið frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni við lógarmálum, um at geva møguleika til at leingja uppihaldsloyvini hjá burturriknum ukrainum, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2026.
Upprunaliga vóru uppihaldsloyvini galdandi til 17. mars 2024. Freistin varð síðan longd. Núgaldandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2025.
Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Føroya landsstýri metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026.
Í Føroyum hava vit eitt mark á 250 fyribils uppihaldsloyvir til burturriknar ukrainar. Útlendingastovan upplýsti í november 2024, at í alt 242 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um 138 kvinnur, 34 menn og 70 børn. Umleið 49 av hesum eru farin av landinum aftur.
Móttøkan av burturriknum ukrainum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Landsstýrismaðurin í lógarmálum heldur tí, at ongin stórvegis vansi er við at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Stjórin í Kringvarpinum seinastu seks árini fer aftur í starv sum programmfólk. Stýrið hevur gjørt fráfaringaravtalu við Ivan Niclasen
Tað hevur verið nakað av ruðulleika um frákoyrda stjóran í Kringvarpi Føroya, Ivan Niclasen, men nú hevur kringvarpsstýrið gjørt fráfaringaravtalu við Ivan Niclassen.
Ivan Niclasen verður næstu mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.
Tað var síðst í november, at málið kom fram, at ein borgari var sloppin undan at rinda kringvarpsgjald. Hetta hóast kringvarpslógin sigur, at øll sum eru 24 ár ella eldri og eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald.
Hetta førdi til at kringvarpsstýrið koyrdi Ivan Niclasen til hús.
Tíðindaskriv frá kringvarpsstýrinum er soljóðandi:
Kringvarpsstýrið gjørdi í dag eina avtalu við Ivan Niclasen um, at hann fer úr stjórasessinum í Kringvarpi Føroya. Ivan Niclasen verður komandi mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.
Kringvarpsstýrið hevur havt eitt gott samstarv við Ivan Niclasen seinastu árini. Hetta var orsøkin til, at stýrið í 2023 longdi sáttmálan við Ivan Niclasen við tveimum árum. Tí harmaðust allir stýrislimirnir stórliga um málið um frítøku av kringvarpsgjaldi, sum kom undan kavi síðst í november. Eftir at hava sett seg væl inn í málið, gjørdi stýrið av at enda samstarvið við kringvarpsstjóran. Nú er fráfaringaravtala gjørd, sum báðir partar eru væl nøgdir við.
Stýrið tók eina avgerð, sum fyrst og fremst tekur hædd fyri kringvarpslógini, har tað stendur, at øll, sum hava fylt 24 ár og sum eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. Stýrið hevur til uppgávu vegna politisku skipanina at tryggja, at Kringvarpið heldur kringvarpslógina. Avgerðin var eisini tikin við atliti at føroyska kringvarpsgjaldaranum, trúvirðinum og virkisførinum hjá stovninum og fyri at seta fordømi fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at hótta seg til at sleppa frá at rinda kringvarpsgjald.
Sama dag sum málið kom fram, tann 27. november 2024, gav stýrisformaðurin boð um, at avgerðin um at frítaka viðkomandi borgara fyri kringvarpsgjald, skuldi ógildast. Boð vóru send til Taks um hetta alt fyri eitt.
Starvsfólkini í Kringvarpinum missa Ivan Niclasen sum stjóra, men tey fáa hann aftur sum starvsfelaga. Ivan Niclasen hevur nógv ár á baki, fyrst í Sjónvarpi Føroya frá 1992 og seinni í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya, har hann hevur virkað sum stjóri frá 2018. Ivan Niclasen verður til taks sum ráðgevi hjá komandi kringvarpsleiðslu, sum uttan iva fær stóran ágóða av hesum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Hevur verið í áramálssettum starvi har síðan 1. august 2017. Frá ársskiftinum verður talan um fast starv
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur sett Herleif Hammer sum stjóra á Tjóðsavninum.
Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Herleif Hammer er formaður í føroysku Unesco-nevndini.
Herleif Hammer hevur verið stjóri á Tjóðsavninum í áramálssettum starvi síðan 1. august 2017. Í oktober varð starvið lýst leyst, men nú sum fast starv við setan frá 1. januar 2025.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er framhaldandi at menna Tjóðsavnið sum eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking og vitan.
Stjórin skal standa á odda fyri og varða av virksemi stovnsins, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingar á økinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Tjóðsavninum eru at savna, granska og miðla vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Harumframt fevna uppgávurnar um umsiting av løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum, løgtingslóg um Havnar skansa, antikvariska ráðgeving í sambandi við bygningar fólkakirkjunnar og loyvisumsiting í sambandi við fuglaveiðu. Tjóðsavnið umsitur stuðulin til bygdasøvn og mentanarsøgulig skip. Unesco-sáttmálin um verju av siðaarvi er lagdur til Tjóðsavnið at umsita.
Tjóðsavnið stendur eisini fyri størri verkætlanum, eitt nú Koltursætlanini, Lendisbata, Kirkjubømúrinum, Hvalastøðini við Áir og bakkaverjum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
40-ára gamli norðoyingurin starvast sum barnatannlækni í Klaksvík. Hann ynskir serliga at gera átøk ímóti snús- og nikotinposanýtsluni millum ungfólk
40-ára gamli barnatannlæknin í Klaksvík, Markus Hvannastein, er valdur til formann í Føroya Tannlæknafelagi.
Hesum boðar "Tandlægeforeningen", sum Føroya Tannlæknafelag hoyrir undir, frá.
Markus Hvannastein hevur ikki verið í nevndini í Føroya Tannlæknafelagi áður. Kortini varð heitt á hann um at stilla upp til formansvalið. Nú er hann so valdur til formann fyri teir uml. 50 tannlæknarnar í Føroyum.
Fer at hyggja uppá snús og nikotinnýtslu hjá ungum
Markus Hvannastein fer, sum formaður, fyrst og fremst at leggja dent á at fyribyrgja sjúkur í tonnum og munni, sigur hann í tíðindaskrivi.
- Vit mugu gera eitt átak ímóti snús- og nikotinposanýtsluni millum ungfólk. Nógv vita ikki av, at snús og nikotinposar skaða tannkjøtið. Tørvur er eisini á at leggja meiri dent á teir sýruskaðar, sum leskidrykkir gera á tenninar, sigur Markus Hvannastein.
Nýggi tannlæknaformaðurin vil eisini hava meiri uppmerksemi á ávirkanina, sum góð tannheilsa hevur á almennu heilsuna. Dømi eru um, at parondontitis kann hava ávirkan á sukursjúku og hjarta-karsjúkur.
Markus Hvannastein ætlar harumframt, sum formaður at arbeiða fyri at minka sum mest um umsitingina.
- Vit vilja fegin leggja orku okkara í at fyribyrgja og viðgera sjúkur hjá okkara viðskiftafólki, og tí vóni eg, at vit kunnu minka um óneyðugar umsitingarligar byrðar. Umsóknir og annað pappírarbeiði eigur at vera so einfalt, sum til ber, ljóðar áheitanin frá Markusi Hvannastein.
Royndir úr Føroyum og úr Grønlandi
Sum so mangir aðrir føroyingar hevur Markus Hvannastein tikið tannlæknaútbúgvingina í Keypmannahavn. Hann tók kandidatprógv á tannlæknaskúlanum á Háskúlanum í Keypmannahavn í 2012.
Eftir lokna útbúgving vendi hann beint aftur til Føroya og arbeiddi hjá einum privatum tannlækna í Leirvík til í 2016. Síðani starvaðist hann á privatari tannlæknastovu í Klaksvík í 2017, og fór síðani, í 2018, at arbeiða í Tasiilaq í Eysturgrønlandi. Markus Hvannastein vendi aftur til Klaksvíkar í 2019 og varð í 2021 settur sum leiðari fyri kommunalu barnatannrøktina í Klaksvíkar kommunu.
Nýggi tannlæknaformaðurin er uppvaksin á Viðareiði. Hann, konan og teirra sjey børn, í aldrinum frá 2-16 ár, búgva í Klaksvík. Í frítíðini er Markus Hvannastein virkin, serliga við renning, men eisini við svimjing.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Fyri at betra um ferðslutrygd, framkomu og møguligum kavagrevsti er parkeringsforboð í dag sett í gildi. Hetta í parti av V.U. Hammershaimbs gøtu og í Varðagøtu
- Fyri at betra um ferðslutrygd og framkomu, verður frá týsdegnum 10. desember 2024 parkeringsforboð í parti av V.U. Hammershaimbs gøtu, millum J.C. Svabos gøtu og Sigmundargøtu.
- Fyri at betra um framkomuna hjá býarbussum, kavagrevstri og tí dagligu ferðsluni sum heild, verður frá týsdegnum 10. desember 2024 parkeringsforboð eisini í vestaru síðu á Varðagøtu, millum Varðabú og Pedda við Stein gøtu.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í vikuni.
Harvið eru tað nøkur øki, har tað ikki longur er møguleiki at parkera sín bil.
Í parti av V.U. Hammershaimbs gøtu, millum J.C. Svabos gøtu og Sigmundargøtu, er nú ein sonevnd "gonguleið". Hetta sæst á myndini niðanfyri.
Myndir: torshavn.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Farna fríggjadag vórðu seks starvsfólk hjá kommununi, umframt borgarstjórin heiðrað fyri trúgva tænastu
Í sambandi við jólaborðhaldi hjá Nes kommunu farna fríggjakvøld vórðu fleiri starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði minnisgávur og takkaði teimum fyri trúgva og drúgva tænastu. Tey, sum vórðu heiðrað, eru:
(Mynd: Nes kommuna)
Súni í Hjøllum, borgarstjóri varð eisini heiðraður fyri 40 ár í kommunustýrinum. Tað var Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri, sum handaði honum ein málning og takkaði honum fyri trúgva tænastu og sera gott samstarv, skrivar Nes kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Grundin hevur staðið soleiðis síðan einaferð í 80unum
Nú røkist fyri, at ein húsagrund, sum hevur staðið á Skálheyggi í Vestmanna síðani einaferð í 80unum, verður tikin niður.
Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við Spf. Vesttrol soleiðis, at Spf. Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum, sum er partur av leiguøkinum matr. nr. 249f á Heyganesi, til víddar 299 fermetrar, og fær Vestmanna kommuna ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, til víddar 684 fermetrar við ástandandi grund, sigur kommunan.
Grundin á Skálheyggi verður tikin niður, so skjótt sum Umhvørvisstovan hevur góðkent makaskiftið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Spiken er sama slag av skipi, sum Lidan, ið kom í FAS 30. september
Svenska Thunbolaget hevur aftur valt at skráseta ein nýbygning í føroysku altjóða skipaskrásetingina FAS.
Talan er um plug-in hybrid farmaskipið “Spiken”, sum er 2.926 BT til støddar. Hetta er sama slag av skipi sum Lidan, sum varð skrásett í FAS 30. september í ár.
Hybrid-skipanin er eitt battarí, sum minkar um brúkið av hjálpimotorum, og minkar munandi um útlátið. Hybrid-skipanin ger tað eisini møguligt at minka munandi um larm, tá skipið liggur við bryggju.
Spiken lastar 5.100 DWT.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
12 stóðu royndina sum slangukavarar og 5 sum lættir kavarar
Í undanfarnu stóðu 17 ungir menn prógv sum kavarar. Tólv av teimum stóðu prógv sum slangukavarar og fimm sum lættir kavarar.
Standandi frá høgru: Janus Joensen, lærari, Meinhard A. Einarsson (SK), Signar Jóhan Olsen (SK), Absalon B. Poulsen (LK), Ernst P. Johannesen (SK), Karstin Sámal S. Justinussen (LK), Heri Mørkøre, próvdómari.
Sitandi í miðjuni: Einar Poulsen (SK), Elias Zachariassen (SK), Dann Johannesen (SK), Birgir Sigurðsson (SK) og Jógvan J. Joensen (SK).
Sitandi fremst: Sámal Petur Danielsen (LK), Olivar á Høgaryggi (SK), Eli Hansen (SK), Petur Samuelsen (LK), Ragnar Mouritsen (LK), Tóki S. á Horni (SK) og Rói Magnusson (SK).
(SK) merkir slangukavari – (LK) merkir lættur kavari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Eigararnir fáa 11 milliónir krónur í vinningsbýti
Formula er størsta KT fyritøka í Føroyum, sum veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar.
Staðfestast má, at tað hevur hilnast væl síðstu árini hjá Pf. Formula.
Ársúrslitið í 2023 gjørdist eitt avlop eftir skatt upp á 13,5 milliónir krónur. Vinningsbýtið til eigararnar er 11 milliónir krónur.
Í leiðslufrágreiðingini stendur, at leiðslan metir ársúrslitið at verða nøktandi. Stórur eftirspurningur var eftir tænastum og loysnum frá Formula, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Í 2018 var eigaraskifti í Formula, har tað í dag eru oman fyri 70 starvsfólk, sum eiga partabrøvini í felagnum.
Rakstrarroknskapurin
Í móðurfelags roknskapinum hjá Formula øktist bruttovinningurin úr 71,2 milliónum í 2022 til 75,4 milliónir krónur í 2023. Nettosølan er ikki upplýst av kappingarorsøkum.
Starvsfólkaútreiðslurnar øktist í 2023 heili 4,2 millónir krónur, 13 prosent, úr 52,1 í 2022 til 56,2 milliónir krónur í 2023.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebitda, sum vísur rakstrarlønsemi, var 19,2 milliónir krónur, sum var áleið tað sama sum í 2022.
Ársúrslitið eftir skatt fyri 2023 var eitt avlop á 13,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2022.
Fíggjarstøðan
Samlaða fíggjarjavnin hjá Pf. Formula í 2023 var 86,2 milliónir krónur í mun til 82,3 milliónir í 2022
Serliga kann leggjast merki til, at tøkur peningur er øktur úr 22,4 milliónum krónum í 2022 til 28,5 milliónir í 2023.
Eginpeningurin hjá Formula var við árslok 2024 samanlagt 33,3 milliónir krónur sammett við 32,2 milliónir í 2022. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku við einum trygdarevni á 38,6 prosent.
Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin er 49,5 milliónir, sum er ein øking á 2,5 miónir krónur í mun til árið fyri.
Gjaldførið var eisini gott í 2023. Gjaldførislutfallið var 131 prosent. Tøkur peningur á bók var við ársenda 2023 samanlagt 28,5 milliónir krónur.
Vinningsbýti til eigararnar fyri 2023 roknskapin var 11 milliónir krónur.
Høvuðspartaeigarar hjá Pf. Formula er Pf. Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis partaeigari.
Stjórar í Formula er Fróði Magnusen og Árni Arge. Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Í vikuni komu tíðindini út um, at Framherji í Fuglafirði hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene
Reiðaríið Framherji í Fuglafirði yvirtekur í 2026 hetlendska uppsjóvarskipið Serene, sum eftir ætlan fær navnið Fagraberg, og skal avloysa núverandi uppsjóvarskip við sama navnið, sum er 25 ár.
- Vit hava keypt Serene úr Hetlandi, og skipið skal avloysa Fagraberg, segði Anfinn Olsen, reiðari, við fiskur.fo í vikuni.
- Núverandi eigararnir skulu byggja nýtt skip, sum teir fáa í 2026, og sama ár yvirtaka vit Serene, sum tá verður átta ár, segði hann víðari við okkum, og at hetta var besta loysnin, sum Framherji sá í løtuni.
- Vit umhugsaðu at byggja eitt nýtt skip, men tað bleiv for dýrt og ov drúgt, so tí valdu vit hesa loysnina, sum vit meta hóskar seg væl til okkum.
Her meinar Anfinn Olsen við, at Framherji hevur hugsað um at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip, sum helst hevði verið bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, har Framherji í løtuni letur nýggja Høgaberg byggja, sum skal latast reiðarínum seinni í ár.
Anfinn Olsen sigur, at skuldi Framherji bygt eitt nýtt skip, so varð talan um eina drúgvari og dýrari loysn, og tí valdi felagið at keypa Serene, sum hóast síni átta ár tá ið skipið verður handað Framherja, er sum eitt nýtt skip.
Hetlendsk fiskiskp fiska ikki líka nógv sum eitt nú føroysk skip, og tí eru skipini nógv minni brúkt. Til dømis kann nevnast, at hóast Serene er eitt seks ára gamalt uppsjóvarskip, so hevur motorurin einans koyrt í 5.000 tímar. Um skipið verður koyrt eftir sama leisti sum higartil, so hevur motorurin einans koyrt knappar 6.700 tímar tá ið Framherji yvirtekur skipið í 2026.
Ikki ókent, at hetlendsk skip koma í føroyska flotan
Hetta er ikki fyrstu ferð at hetlendsk skip koma í føroyska flotan.
Í februar í fjør kom nýggi Jupiter í føroyska flotan, og í februar í 2017 kom Borgarin í føroyska flotan.
Talan vóru um tvey uppsjóvarskip, sum hóskaðu seg sera væl til føroyskan fiskiskap, av tí at skipini høvdu so stóra tovorku. Jupiter hevur knappar 10.900 hk og Borgarin 10.500 hk.
Nýggi Fagraberg hevur ein MAN motor við knapt 10.000 hk.
Størri skip, men minni last
Við nýggja Fagraberg fær Framherji ikki bara eitt munandi nýggjari skip, men eisini eitt munandi størri skip.
Nýggi Fagraberg er 82 metrar langur, og heili 17,2 metrar breiður.
Samanbera vit hetta skipið við núverandi Fagraberg, so er núverandi skip somu longd, men góðar 14 metrar breitt. Og hetta kemur at merkjast hjá manningini, sum fær munandi hugaligari umstøður umborð tá ið siglt verður langar teinar.
Hóast nýggi Fagraberg er størri, so lastar gamli Fagraberg meira, tí skipið frá 2018, lastar beint undir 3.000 tons við køling, og núverandi Fagraberg lastar væl omanfyri 3.000 tons við køling.
Ynskja ikki at upplýsa keypsprísin
Vit spurdu reiðaran í gjár um hvat Framherji hevði keypt skipið fyri, men Anfinn Olsen ynskti ikki at upplýsa nakran prís, men staðfesti at báðir partar eru nøgdir við avtaluna.
Nýggi Høgaberg, sum í løtuni verður gjørdur liðugur í Skagen, kostar yvir 300 milliónir krónur at byggja, og Anfinn Olsen segði at um Framherji skuldi byggja nýtt skip, so bleiv talan um eina dýrari verkætlan enn at keypa Serene. Við gongdini, sum hevur verið seinastu tíðina hevði eitt nýtt uppsjóvarskip helst kostað ímillum 350-400 milliónir krónur.
Tá ið tað er sagt, so er tað neyvan nøkur heilt bílig loysn at keypa Serene, sum er sum eitt nýtt skip, og tí gita vit at kostnaðurin fyri hetta skipið liggur beint undir 300 milliónir krónur, men hetta er ikki nakað vit hava fingið váttað frá reiðarínum.
Serene er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og var handað hetlendsku eigarunum í september 2018.
Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski. Nýggi Høgaberg útgjørdur at fiska við nót, og tí verður tað hetta skipið, sum fer at fiska lodnukvotuna við Ísland, tá ið hon aftur verður ásett.
Les meira um Serene, sum Framherji yvirtekur í 2026 her.
Sí upptøku, sum er tikin umborð í 2019 her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
- Skipið vit nú hava keypt er væl størri enn Vermland. Tað er somu longd, men er umleið 1,5 metrar breiðari og lastar 3.000 tons av alifóðri, sigur Niels Andrias Mortensen
- Skipið vit nú hava keypt er væl størri enn Vermland. Tað er somu longd, men er umleið 1,5 metrar breiðari og lastar 3000 tons av alifóðri. Harafturat hevur tað beina gron, sum ger tað betri at sigla við, sigur Niels Andrias Mortensen.
Síðstu dagarnar hevur fyrrverandi írska farmaskipið Arklow Cadet, ligið á Runavík. Skipið er keypt til Føroyar av Spf. Vermland, við Niels Andrias Mortensen í Streymnesi. Skipið kemur í flotan fyri Vermland, sum er seldur til Noregs.
- Vit hava í eina tíð hugt eftir størri skipið fyri Vermland. Um veturin er tað mangan sjaskveður á leiðini millum Noreg og Ísland. Tí skulu vit hava eitt hóskandi stórt og gott skip, fyri at kunna veita góða og støðuga tænastu. Tað sigur eigarin Niels Andrias Mortensen.
- Skipið vit nú hava keypt er væl størri. Harafturat hevur tað beina gron, sum ger tað betri at sigla við. Núverandi Vermland er eitt gott skip, sum tekur 2.500 tons, men tað er í minna lagið til siglingina, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Er skipið klárt at fara í fóðursiglingina?
- Nei! Tað skal fyrst hava stóra umbygging hjá Mest. Størsta arbeiðið verður at gera tað til eitt nýmótans fóðurskip, sigur Niels Andrias.
- Hóast Vermland er seldur av landinum, so hava vit leiga skipið til nýggja skipið verður klárt einaferð í mars. Manningin á nýggja Vermland verður tann sama, sum nú siglir við Vermland, sigur Niels Andrias Mortensen.
Skipið er bygt í 2016 og er í góðum standi. Tað er 87 metrar langt og 15 metrar breitt. Motorurin er ein 1700 KW MAK. Tað verður skrásett í Føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons
Føroyar og Noreg hava undirritað strandarlandasemju um at býta norðhavssild. Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í løgtingsins uttanlandsnevnd.
Sambært semjuni fáa Føroyar ein býtislut á 10 prosent av mest loyvdu veiðu og Noreg ein býtislut á 64,18 prosent. Við hesum taka Føroyar og Noreg í felag ábyrgd til tess at minka um trýstið á norðhavssildastovnin og virka í felag fyri at tryggja, at norðhavssildastovnurin verður umsitin á burðardyggan hátt í framtíðini. Í alt hava Føroyar og Noreg saman minkað um ovfiskiskapin við 22,82 prosentstigum.
Afturat strandarlandasemjuni hava Føroyar og Noreg gjørt semju um atgongd, sum loyvir føroyskum skipum at fiska alla ta føroysku norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip fáa loyvi at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at strandarlandasemjan millum Føroyar og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri føroyska uppsjóvarflotan og fyri norðhavssildastovnin. Føroysk skip kunnu nú fiska alla ta føroysku sildakvotuna í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki í mun til ferðingarmynstrið hjá stovninum.
Landsstýrismaðurin vísur eisini á týdningin, sum góða samstarvið millum Føroyar og Noreg hevur. Sum stórhavstjóðir og sum nærmastu grannar hava Føroyar og Noreg nógv mál av felags áhuga og er tað tí sera umráðandi, at Føroyar og Noreg samstarva væl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Føroyar og Ísland hava gjørt semju um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2025
Samráðingarnar vóru á talgildum fundi 5. og 6. desember, og vóru londini samd um at halda fram við somu avtalu, sum var galdandi fyri 2024.
Upprunaliga var ætlanin, at samráðingarnar skuldu verða hildnar í Føroyum fyrr í heyst, men tá val varð útskrivað í Íslandi í úrtíð, vórðu londini samd um at útseta samráðingarnar fyribils.
Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.
Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.
Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Pengarnir frá landsinnsavningini herfyri fer til lond við stórum avbjóðingum
Við einari millión krónum, sum komu inn til landsinnsavningina herfyri, hevur Reyði Krossur Føroya sent stuðul til hjálpararbeiðið í tveimum hart raktum londum:
(Mynd: South Sudan Red Cross)
Suður Sudan
Við 500.000 krónum letur Reyði Krossur hjálp til eitt land, sum stríðist við álvarsamar samfelagsligar kreppur, har milliónir av fólki líða undir manglandi mattrygd, lívshættisligum sjúkum, og avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Nógv hava mist sítt heim og lívsgrundarlag. Stuðulin úr Føroyum verður brúktur til lívbjargandi hjálp, eitt nú mat, reint vatn, heilsutænastur, útbúnað og skýli. Samstundis verður eisini arbeitt við at styrkja lokalsamfeløgini, so tey betur klára framtíðar avbjóðingar.
Filipsoyggjar
Eisini letur Reyði Krossur 500.000 krónur til Filipsoyggjarnar, sum júst hava verið hart raktar av fleiri ódnum og vatnflóðum innan heilt stutta tíð.
Tað er vanligt, at Filipsoyggjar verða raktar av ringum ódnarveðri, men í ár hava fleiri ódnir í eitt skifti elvt til stóran skaða á heim, lívsgrundarløg og infrastruktur. Stuðulin verður brúktur til reint vatn, mat, heilsutænastur og neyðhjálp til tey, ið hava mist alt. Eisini verður dentur lagdur á at hjálpa børnum, sum hava mist skúlatíð, og kvinnum og familjum við serligum tørvi á vernd og trygd.
Hjálpin er longu á veg, og vit eru ómetaliga takksom til øll, ið stuðlaðu landsinnsavningini, sum vóru við til at gera hetta møguligt, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Fleiri tiltøk vera í Havn í sambandi við at jólaskipið vitjar
Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn í dag, leygardagin 14. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum er Julius við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.
GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur, og Morgunkórið syngur á Trappuni í Vágsbotni kl. 15.30, har fólk kunnu syngja við.
Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao og Frelsunarherurin spælir.
Barnakórið, Dropar, syngur á Pavilionini kl. 16, og forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum hevur opið frá kl. 12 til 18. Smáu jólasmátturnar hava opið til kl. 20.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Lagt verður at við bátahylin í Runavík klokkan 16.30. Síðani gongur leiðin niðan til prýdda jólabýlingin við Løkin
Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík í dag 14. desember klokkan 16.30.
Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til jólabýlingin við Løkin.
Økið er prýtt við perum og smáu jólasmáttunum. Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.
Fleiri parkeringspláss eru í økinum, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan.
Flestu handlar í økinum hava opið til klokkan 20 í kvøld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
2024 hevur verið eitt hendingaríkt hjá unga føroyska sangaranum og sangskrivaranum
Beinir er júst liðugur við eina væleydnaða konsertferð í Danmark, Týsklandi og Føroyum, har hann hevur spælt solo og við bólki. 2024 hevur verið hendingaríkt hjá unga tónleikaranum, sum í heyst gav út plátuna “Greener”, og eisini hevur sungið í fleiri sjónvarpssendingum m.a. “Vild Med Dans” hjá danska TV2.
Stóra tónleikaárið hjá Beini endar í kvøld19.30 í "DR’s Store Juleshow". Beinir var ein av 14 meiri og minni kendum sangarum, m.a. Ida Corr, Pernille Rosendahl, brøðrunum í Jonah Blacksmith og danska Grand Prix-vinnaranum í ár, Saba, ið farna leygardag sungu kendar jólaklassikarar saman við symfoniorkestri og kóri hjá Danmarks Radio í DR’s Store Juleshow.
Árliga stóra jólakonsertin varð hildin tvær ferðir í DR Konserthúsinum fyri meiri enn 3.000 áhoyrarum tilsamans.
Seinna framførslan varð tikin upp og verður send leygarkvøldið 14. desembur.
Beinir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
1. mars verður stórsligið upplatingartiltak við Føroya Symfoniorkestri og tónleikarum sum á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall, Marius Ziska og Leu Kampmann
1. mars kl. 19.30 verður høvi hjá almenninginum at uppliva stórhøllina við Tjarnir við egnum eygum, tá bjóðað verður til upplatingarkonsert.
– Tað verður ein serlig kensla, tá ið dyrnar verða latnar upp. Ikki bara fyri okkum, sum skipa fyri, men fyri alt landið, sigur Súsanna Sondum, samskipari.
Til hetta forkunnuga høvið verður tað Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.
Stongum & Guttesen skulu upptraðka saman við Symfoniorkestrinum tá Tjarnir lata upp (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
– Føroya Symfoniorkestur í hesum umstøðunum? “Eftir 1001 nátt” við strúkarum? Tað verður ein fólkafest, so tað forslær, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.
Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.
Stórhøllin við Tjarnir fer at hýsa alskyns tiltøkum – alt frá tónleiki og ítrótti til stórar altjóða ráðstevnur.
– Hetta er heimavøllur Føroya, men tað merkir ikki einans hondbóltur. Hetta eru tiltøk á altjóða støði, sum seta Føroyar á heimskortið. Vit bjóða fólki upplivingar út yvir tað vanliga; upplivingar, sum festa seg í minni, sigur ein hugspentur Regin at enda.
Atgongumerkjasølan til upplatingartiltakið byrjar á middegi í dag,leygardagin 14. desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Heimskendi reggae-popbólkurin UB40 við sangaranum Ali Campbell spælir á Vágsbø í august
Teir hava toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni.
UB40 við sangaranum Ali Campbell á odda kemur í august til Føroya at spæla á Summar Festivalinum og lagt verður upp til ársins poppkonsert á Vágsbø.
UB40 var stovnað í Birmingham í Onglandi í 1978. Ígjøgnum 1980'ini og 1990'ini góvu teir nógvan tónleik út, ferðaðust víða at spæla á stórum konsertum og vóru støðugt á hitlistunum kring heimin. Í Onglandi hevur UB40 havt 50 sangir á single-hitlistanum, og í 1980'unum vóru teir annar av bólkunum, sum vóru oftast á almenna hitlistanum í Onglandi. Bólkurin hevur selt umleið 100 milliónir plátur, og talan er tí um eitt risastórt navn á altjóða tónleikapallinum.
Umframt tey bæði størstu hittini, "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", hevur bólkurin eisini hittað við sangum sum "Kingston Town", "I Got You Babe", "Here I Am (Come And Take Me)" og "The Way You Do The Things You".
Øll árini frá 1978 og fram til 2008 var manningin í UB40 støðug, men tá fór sangarin og eyðkenda røddin í bólkinum, Ali Campbell, burturúr. Síðani hevur tað gamla UB40 ikki verið saman, men stóri profilurin í bólkinum, Ali Campbell, helt fram við sínum bólki, og nú kemur UB40 ft. Ali Campbell til Føroya at spæla, og teir fara at skapa eina óvanliga og góða uppliving við øllum teimum deiligu reggae-popphittunum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Føroysku rokkkongarnir verða at hoyra í miðbýnum 28. juni
Ongin er sum Týr. Bólkurin hevur nærum 30 ár á bakið, og teir gerast bara betri og betri. Teir hava ferðast um allan heim við sínum tónleiki við sterku søgunum um kríggj, kærleika og deyða. Teir hava eitt greitt konsept tá teir framføra, men fyrst og fremst er talan um serstakliga vælspældan metal tónleik.
Tónleikur teirra ber søgur úr fornari tíð við sær, og eisini er bólkurin onkursvegna blivin talsbólkur fyri Føroyar og virðir okkara. Bólkurin byrjaði sína longu ferð við at nýtulka Ormin Langa, og hevur síðani víðariment sítt útrykk til í dag at hava eitt heilt egið ljóð.
Týr hevur fjepparar um allan heim og tá teir, beint, áðrenn korona legði Føroyar lamnar, framførdu saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum, vóru fleiri útlendskir fjepparar komnir til Føroya á konsert. Tað vitnar um, at bólkurin hevur altjóða format.
OY Voxbotn 2025 verður 28. juni.
Týr spældi seinast á Voxbotn konsertini í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
Fyrireikararnir kunngera eisini, at Jacob Haugaard kemur at spæla 21. juni
Okkara Land var fyri fyrstu ferð í Marknagili í juni mánaði í ár. Vánaligt veður og verkfall gjørdu, at fyrireikingarnar ikki blivu tær bestu, men kortini leitaðu nógv fólk sær á konsertdagin.
Nú verður konsertdagurin fluttur oman á Skálatrøð, siga fyrireikararnir.
Samstundis kunnger Okkara Land, at Jacob Haugaard fer at framføra tá konsertdagurin verður í summar 21. juni.
- Jacob Haugaard er ein maður við nógvum gávum – skemtarin, tónleikarin og fólksins maður, ið hevur glett fólk í fleiri áratíggju við sínum eyðkenda skemti, sjarmu og tónleiki, skriva fyrireikararnir.
- Hann er føddur 12. maj 1952 í Tvøroyri á Suðuroy, men vaks upp í Horsens í Danmark. Hann hevur sjálvur sagt, at hansara føroysku røtur hava givið honum eina serstaka tilgongd til lívið – ein blanding av tí stuttliga, tí absurda og tí lívsjáttandi.
Umframt Jacob Haugaard, hevur Okkara Land kunngjørt, at Lou Bega, sum er kendur fyri eitt nú "Mambo no. 5" og "Sweet like Cola" kemur at spæla.
Sí eisini: Myndarøð: Okkara Land 2024
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Ein nýggj Hannis Martinsson krimi er komin
Jógvan Isaksen hevur nú aftur givið út nýggja Hannis Martinsson krimiskaldsøgu.
Nýggja skaldsøgan hevur heitið "Altartalvan", er 279 síður.
– Altartalvan "Tann heilaga Kvøldmáltíðin" frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.
"Altartalvan" fæst nú til keyps í handlunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2024
Í mong ár hevur sermerkta og vælumtókta barnabókin hjá Dániali Hoydal verið útseld. Nú er hon uppafturprentað við einum nýggjum kapitli
Í ár eru 25 ár liðin, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk eitt handrit á borðið frá einum ungum manni, sum tá var eitt óskrivað blað á føroyska bókmentapallinum. Dánial Hoydal eitur hann, og síðan tá hevur hann sýnt síni skrivikynstur í leikritum, operatekstum, kantatum, stuttsøgum, yrkingum – og barnabókum ikki at gloyma.
Handritið, sum Dánial læt Bókadeildini, kom út sum barnabók í 2002 undir heitinum “Í geyma”. Dánial minnist væl ta fyrstu viðmerkingina hjá Niels Jákupi Thomsen, stjóra á Bókadeildini, tá ið teir viðgjørdu handritið: „Ja, hetta kann ongantíð umsetast!‟
Bókin er ein skemtilig og forvitnislig ferð inn í tað løgna landið, sum eitur í Geyma, har vit hitta Tíðindafróða, Roksimalenu, Hermus, Klikkheys og nógvar aðrar løgnar verur við hugvekjandi nøvnum.
Hanni Bjartalíð, listamaður, myndprýddi “Í geyma” við stuttligum og undarligum myndum, sum mong munnu kenna aftur.
“Í geyma” bleiv sera væl umtókt, og bæði stórir og smáir lesarar tóku bókina til sín. Bókin bleiv enntá gjørd um til ein øran sangleik í 2008. Í eitt áratal hevur bókin verið útseld, og Dánial sigur við Bókadeildina, at fólk í fleiri ár hava spurt eftir einum framhaldi av henni. Hetta er ikki nøkur hissini uppgáva, men nú kunnu lesarar í øllum førum gleða seg til endurútgivnu “Í geyma”, sum er økt við einum spildurnýggjum kapitli. Í hesum kapitlinum lesa vit um bæði gamlar og nýggjar verur, sum skipa fyri einari stórari fagnaðarveitslu, nú 25 ár eru farin síðan hin tiltikna veitsludøgurðan hjá Roksimalenu og Grenjisurruni.
Nýggja útgávan av “Í geyma” er 186 síður og fæst til keyps í bókahandlum kring landið longu nú. Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Gestir á jólakonsertini hjá Tórshavnar Manskóri í ár eru kórið Tarira og urguleikarin Ari Hammer Joensen
Sum siðvenja hevur verið nógvu seinastu árini verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Í ár verður konsertin sunnkvøldið 15.december klokkan 19.30.
Gestakórið í ár er Tarira. Eisini er urguleikarin Ari Hammer Joensen við á jólakonsertini. Umframt at “hita áhoyrararnar upp” við orgulspæli í umleið hálvan tíma áðrenn sjálv kórkonsertin byrjar kl. 19.30, spælir Ari eisini verkið “Marche du veilleur de nuit” eftir Charles-Marie Widor miðskeiðis í konsertini, eins og hann hevur fylgispælið til felags sálmasangirnar og til vælumtókta sálmin “Takkarbøn” við Tórshavnar Manskóri.
Skráin er sum vera man fjølbroytt hjá báðum kórum:
Frá latínskum verkum umvegis enskar, danskar og skandinaviskar jólasálmar og -sangir til siðbundnu føroysku jólasálmarnar. Frumframførslur eru eisini á skránni.
Nærri lýsing av kórunum er neyvan neyðug. Bæði kórini hava nógv ár á baki og eru vælumtókt í heimlandinum eins væl og í útlondum.
Bernharður Wilkinsson stjórnar Tarira og Jón Festirstein Tórshavnar Manskóri.
Tarira
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Norskur einleikur verður framførdur í Reinsarínum 18. januar
Einleikurin “Kanst tú seta teg Guð, vit mugu práta saman” gjørdist ein brakandi sukse á ársins Nonstop palllistafestivali í Moss í Noregi. 18. januar sleppa eisini føroyingar at uppliva hetta serstaka leikverk í Reinsarínum í Havn.
Geir Meum Olsen er kendur leikritahøvundur bæði til pall og skíggja, festivalfyrireikari og leikhússtjóri. Men í hesum sínum mest persónliga stykki, er hann sjálvur farin á pall at siga sína søgu. Søguna um álvarsliga sjúka beiggja sín, og um hvussu stóribeiggin Geir roynir at bjarga honum.
Leikurin er ein samrøða við ein hjáverandi Guð – ella ikki – og við áskoðararnar um sunnudagsskúlan, synd og gullklistrimerki – um barnatrúnna, vón og kærleika.
Leikurin er ein stuttligur og satiriskur einleikur, ið viðger nakrar av truplastu spurningunum, ið vit sum menniskju sita við. Hann er eisini persónligur, heitur og leitandi. Teksturin rakar okkum øll, sama hvat vit trúgva ella ikki, sum eitt frælst og frískt lot.
Persónurin í leikinum hevur brúk fyri at práta við Guð. Mann til mans, andlit til andlits. Hann er ørkymlaður og troyttur av at vera eitt nútímans menniskja, ið væntar at finna øll svarini upp á tilveruspurningarnar. Hann klárar ikki at geva seg yvir til nakað, sum er størri enn hann sjálvur, og spyr tí Guð: “Kanst tú seta teg, Guð, vit mugu práta saman”
Geir Meum Olsen er eitt kent andlit í norskari palllist. Hann stóð á odda fyri Parkteatret í mong ár og stovnaði Nonstopfestivalen í 2005. Líka síðan fyrst í 1980-árunum hevur hann verið við í óteljandi framførslum til bæði pall og skíggja.
Hann hevur skrivað handrit til nógvar filmar og sjónvarpsrøðir, sum hava vunnið heiðurslønir bæði heima og úti. Í mong ár var hann ein fastur partur av høvundatoyminum hjá Tom Sterri, sum stóð aftan fyri mangar av størstu sukseunum á Chat Noir, Edderkoppen og ABC-leikhúsinum.
“Kanst tú seta teg, Guð, vit mugu práta saman” er fyrstu ferð, Geir fer á pallin sum høvuðspersónur í sínum egna verki.
Á pallinum: Geir Meum Olsen
Leikstjórn: Linn Olsen
Mál: Norskt
Handrit og hugskot: Geir Meum Olsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Endamálið við festivalinum, sum Filmshúsið hevur tikið stig til, er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, og eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi
Filmar á føroyskum og gott undirhald. Hetta lovar Filmshúsið, nú tjaldið um ein góðan mánað verður drigið frá fyri Føroya fyrsta barnafilmsfestivali.
Tað er Filmshúsið, sum tekur stig til festivalin. Endamálið er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, men ætlanin er eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi yvirhøvur.
– Filmarnir eru fyri børn í øllum aldursbólkum. Tað verða bæði almennar sýningar og skúlasýningar. Almennu sýningarnar verða 18. og 19. januar í Havn, Runavík og Klaksvík, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.
'Livedubbing'
Eitt, sum tó er eitt sindur forkunnigt við barnafilmsfestivalinum, er, at summir filmar verða ljóðsettir, samstundis sum filmurin spælir.
– Filmsfólk kalla tað ‘livedubbing’. Leikararnir sita fremst í salinum við nótastativi, mikrofon og pannulykt. Hetta er ein lyrisk frásøgn við eini natúrligari tulking av filminum – eitt sindur sum upplestur úr eini bók – styðjað uppundir við livandi myndum sjálvandi. Tað er ein øðrvísi máti at síggja film, har ið børnini verða meira tilvitað um, hvat ein filmur í veruleikan er, sigur Marjun.
– Vit royndarkoyrdu hetta fyri skúlabørnum í fjør, og tað eydnaðist heilt ótrúliga væl, leggur hon afturat.
Ein slík filmsuppliving verður Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin "Wolfwalkers", sum fjøllistamaðurin Trygvi Danielsen hevur týtt til føroyskt. Føroyska heitið er "Úlvafólk", og tað er Durita Dahl Andreassen, sum er leikstjóri. Umframt hesi hava eitt nú Dania O. Tausen og Jákup Veyhe bæði týtt og talað inn føroyskan tekst, umframt at onkur føroyskframleiddur filmur verður á skránni.
– Tað hevur stóran týdning at raðfesta føroyska filmsframleiðslu. Ein liður í tí er at týða útlendskar filmar til føroyskt. Tað hevur eisini nógv at siga fyri børnini, at tey sleppa at síggja filmar á sínum egna móðurmáli, sigur Marjun at enda.
Barnafilmsfestivalurin verður 18. og 19. januar 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2024
Fyrr í ár var hann við í norsku útgávuni. 1. januar verður tað á donskum, at hann fer at royna seg
Hann segði seg elska norskar damur og sjarmeraði seg eisini fram í norsku útgávuni av Paradise Hotel.
Men nú verður tað á donskum, at 25 ára gamli sandavágsingurin fer at royna seg. Karl Weihe fer nevniliga saman við øðrum fyrrverandi luttakarum at koma inn fyri at skapa eitt sindur av garteran.
Ein sum eisini er á listanum yvir fyrrverandi luttakarar sum tjekka inn á Paradise Hotel, er Christel Trubka, sum er ein gamal kenningur. Hon er fyrrverandi unnusta hjá Teiti Skoubo, sum á mangan hátt hevur gjørt vart við seg, og so kennast Karl Weihe og Christel Trubka eisini.
Karl Weihe luttók í realitysendingini Ex on the Beach í 2023, og hevur síðani verið nakað frammi í realityumhvørvinum. Hann hevur saman við vinmanninum Hugo Collette útgivið nakrar sangir og so luttók hann í norska Paradise Hotel fyrr í ár.
Danska Paradise Hotel verður frumsýnt á Viaplay 1. januar 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Frákoyrdi sýriski forsetin og familja hansara eru í Moskva
Frákoyrdi forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, sum rýmdi úr Sýria farna vikuskiftið, er staddur í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Assad og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi, upplýsa keldur fyri russisku tíðindastovuni Tass.
Russland hevur verið sameindur hjá Assad, síðan Russland eftir umbøn frá Assad legði seg upp í kríggið í Sýria í 2015, og sunnudagin váttaði russiski diplomaturin, Mikhail Uljanov, at Assad og familja hansara eru í Moskva.
– Russland svíkir ikki sínar vinir í torførum støðum. Tað er munurin millum Russland og USA, sigur Uljanov.
Tað var sunnumorgunin, at boðað varð frá, at stjórnin hjá Assad var fallin, og at uppreistrarbólkar høvdu tikið ræði á høvuðsstaðnum Damaskus. Boðað varð tá frá, at Assad varð rýmdur úr landinum á einum flogfari, men ógreitt var, hvar hann var farin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Hetta er aðru ferð at fyrrverandi - og komandi - amerikanski forsetin fær heitið. Hetta fyri "søguliga afturvendan" og "politiska endurskipan"
Á hvørjum ári síðani 1927 hevur stóra amerikanska blaðið, Tima, kosið "Ársins persón". Fyrr var heitið "Man of the Year", men nú er tað "Person of the Year".
Tað er ikki neyðugt at kunna verða skýrdur "besti persónurin" fyri at verða skýrdur ársins persónur. Time velur ein persón - ella eina rørslu - sum í størstan mun hava ávirkað hendingarnar í farna árinum.
Barack Obama, Mark Zuckerberg, Angela Merkel, Frants pávi, Greta Thunberg Volodymyr Zelensky og Taylor Swift eru millum tey, sum hava fingið heitið í nýgjari tíð.
Donald Trump fekk tað í 2016 - og hevur nú endurvunnið tað. Høvuðsredaktøurirn á Time, Sam Jacobs, skrivar, at komandi amerikanski forsetin hevur staðið fyri einari "søguligari afturvendan" og einari "once-in-a-generation politiskari endurskipan" - sum hevur broytt amerikanska forsetaembæti og leiklutin hjá USA í heiminum.
Allar grundgevingarnar kunnu lesast á time.com
Kappingarneytin hjá Donald Trump í forsetavalinum, Kamala Harris, og ein av hansara allarstørstu stuðlum, Elon Musk, vóru eisini millum tey, sum Time umhugsaði til heiðurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Donald Trump hevur áður boðað frá, at hann ikki vil verja Nato-lond, sum ikki gjalda nóg mikið
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump vil ikki lova, at USA verður verandi í verjusamgonguni Nato.
Men um hini limalondini "gjalda sínar rokningar", so vil hann avgjørt lata USA verða verandi, sigur hann í samrøðu við NBC News, har hann greiðir frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri komandi fýra árini.
Hann vann forsetavalið 5. november, og 20. januar verður hann tikin í eið sum 47. forseti USA.
Trump hevur áður sagt, at hann ikki heldur, at USA skal verja onnur limalond, um tey ikki gjalda nóg mikið fyri verjuna.
Á veljarafundi í februar greiddi Trump frá einari samrøðu, sum hann hevði havt við ein Nato-lim, har hann hevði greitt frá, at hann fór at "heita á Russland" til at gera, hvat landið hevur hug til við tey Nato-lond, sum ikki geva nóg stórt íkast.
Tað er ætlanin, at Nato-limalond á hvørjum ári skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av teirra bruttotjóðarúrtøka (BTÚ) til verju, og tað gera tey flestu. Fyrr í ár boðaði Nato frá, at 23 av teimum 32 limalondunum væntandi fóru at brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju í 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Seinastu fimm árini er virðið á Oljugrunninum tvífaldað
Høvuðsorsøkirnar til metstóra vøksturin í hesum eina av heimsins størstu grunnum stava frá sterkum marknaðum, flytingum frá stjórnini og eini veikari krónu.
Hetta skrivar norski miðilin E24. Grunnurin hevur sett eitt met fyri og annað eftir síðani 2019, tá virðið av grunninum var 10.000 milliardir krónur. Í oktober varð virðið 19.000 milliardir.
Eygleiðarar siga, at tað kemur óvart á, at grunnurin er vorðin so mikið stórur eftir stutta tíð. Ein av orsøkunum er eisini kríggið í Ukraina, sum sendi gassprísirnar til himmals. Haraftrat hevur avkastið/vinningurin verið sera stórt, um somu tíð sum krónuvirðið hevur verið veikt. Ein stórur partur av pengunum í grunninum er settur í amerikonsk partabrøv. Í dag eigur grunnurin partabrøv í Apple, Microsoft, Coca-Cola, Exxon Mobil og Nintendo fyri bert at nevna nakrar av heimsins størstu fyritøkum.
Vøksturin hevur verið nógv størri, enn nakar tordi at gita um. Eitt nú metti stjórnin í 2019, at virðið á grunninum í 2025 fór at vera 12.000 milliardir krónur. Nú er tað 8.000 milliardir hægri enn metingin tá. Við dagsins virði kann stjórnin brúka 600 milliardir krónur úr grunninum sambært galdandi reglum, eisini nevnt “handlingsregelen” í mun til 360 milliardir, um grunnurin “bara” var vaksin við teimum metingum, sum vórðu gjørdar fyri fimm árum síðani.
Kortini verður roknað við, at staturin fer ikki at brúka alla upphæddina men heldur eina minni upphædd, sum hóskar seg betri til dagsins tørv. Norska stjórnin hevur longu lagt út við avgerð um at brúka 460 milliardir krónur úr oljugrunninum næsta ár.
Tað er týdningarmikið ikki at pumpa ov nógvar pengar inn í búskapin. Hóast Norra hevur nógvar pengar, so er annað tilfeingi avmarkað. -Vit hava ríkiligt við pengum, men vit hava ikki nóg nógv fólk, sum kunnu vera við til at skapa nýggj virði í samfelagnum sigur oddabúskaparfrøðingurin Hagland við E24.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2024
-Vinnufyritøkur fara at fáa møguleika at keypa el fyri lægri elprís á einum sølumarknaði. Lógaruppskotið er ein liður í at útinna skyldur Føroya sambært Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni, sum eisini er kjølfest í samtykta orku-og veðurlagspolitikkinum frá 2022
M.a. hetta siga umboðini fyri teir tríggjar andstøðuflokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og Steffan Klein Olsen, sum hava lagt uppskot fyri tingið um at fremja broytingar í elveitingarlógini. Uppskotið er soljóðandi:
“SEV keypir og selur elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella í smásølu. Sølufeløg skulu hava góðkenning fyri at selja el. Sølufeløg skulu áseta smásøluprísir fyri sølu av el og kunnu áseta prís fyri tænastur knýttar at sølu av el. Sølufeløg kunnu áseta avsláttur fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl.”
Atfinningar á orkuráðstevnu
Elveitingarlógin og serliga seinastu broytingarnar hava annars verið nógv umrøddar í miðlunum og varð m.a. varpað ljós á málið á stóru orkuráðstevnuni í Vágum herfyri.
Tá søgdu fólkini aftanfyri stóru útbyggingarætlanina “Eysturlund” í Eysturoynni, at politikarnir við seinastu broytingunum í elveitingarlógini í veruleikanum høvdu sett ein kíla inn í hesa stóru grønu orkuverkætlan og harvið forðaðu fyri grøna orkuskiftinum, sum teir annars sjálvir ynsktu at fremja.
Les eisini: Vinnan við politikararnar: - Latið okkum sleppa ígongd
Les eisini: Landsstýriskvinnan: - Eysturlund fær ikki loyvi í verandi líki
Les eisini: Sev stjórin: - Vegið grønt ljós til Eysturlund
Nýggja uppskotið hjá andstøðuni skilst er ein roynd at fáa løgtingið og landsstýrið at venda hesi gongdini aftur, nú avleiðingarnar ganga beint ímóti royndunum at fremja tað grøna orkuskiftið í verki. Annars hevur nýggja landsstýriskvinnan á økinum víst á, at hon bíðar eftir einum tilmæli í málinum frá einum serfrøðingabólki. Um hesin bólkur fer at koma til eina niðurstøðu, sum líkist nýggja uppskotinum hjá andstøðuni er ilt at meta um í núverandi støðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
Skotskar havnir fyrireika seg nú til at kunna taka ímóti nýggjum íløgum fyri milliardir av pundum í sambandi við grøna orkuskiftið – har stór tøk skulu takast til at røkka útláts-málinum
Her er serstakliga talan um útbygging av havvindi, men eisini fangan og goymslu av CO2, nevnd CCS, vetnisframleiðslu og battarígoymslum til grønan streym. Somuleiðis er talan um orkuvirksemið sum heild í Norðsjónum.
Hesar mongu ætlanir skulu fara at hava stóran týdning fyri nógvar av skotsku havnunum og øvugt. Hetta skrivar Energy Voice, sum vísir á, at m.a. Peel Ports og bæði Inverness og Cromarty Firth gera klárt til at taka ímóti grønu avbjóðingunum. Bara í hesum økjunum er talan um íløgur uppá 6 milliardir pund.
Til tess at kunna veita tænastur til komandi grønu orkuvinnuna hava havnir gjørt ætlanir um stórar útbyggingar eitt nú av djúphavnum. Til tess at skapa áhuga hjá íleggjarum hava myndugleikarnir sett í gildi nýggja lóggávu, sum skapar møguleikar fyri fríhavnum eins og skattafrítøku, har íløgur fara til at menna grøna orkuskiftið og samtíðis skapa arbeiðspláss.
Eitt nú hevur ein stór japonsk fyritøka gjørt av at gera einast risastóra íløgu uppá 350 milliónir pund í eina kaðalverksmiðju í havnini Nigg, í sambandi við, at ein nýggjur sjókaðal skal leggja millum skotska meginlandið og Hetland.
Frammandun er longu ein líknandi kaðal lagdur millum oyggjarnar.
Samanumtikið fara allar útbyggingarnar at geva túsundtals nýggj arbeiðspláss serstakliga í norðureystur Skotlandi. Tað, sum eisini eyðkennir útbyggingarnar í skotskum havnum, eru royndirnar at samskipa útbyggingar, soleiðis at tað besta fæst burtur úr íløgunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Rakettin hjá B68-verjuspælaranum móti barndómsfelagnum á Svangaskarði í september fekk flest atkvøður
- Eg haldi ikki, at har var so nógvur vindur, sum tit vilja gera tað til. Men tað er sjáldan, at man fær ein sovorðnan bólt ímóti sær, so eg valdi bara at knalla til, og hann sat akkurát har, sum eg vildi hava hann.
Tað sigur ein nakað ovfarin, men eisini væl nøgdur Hjalti Strømsten, tá hann skal seta orð á sjálvt málið, sum vísti seg at blíva ársins mál 2024 í Betrideildini hjá monnum. Málið bleiv skorað í 22. umfari, tá B68 hevði vitjan av Víkingi.
Hjalti er uppvaksin í Víkingi, men hevur seinastu árini spælt við B68 sum eisini í 2023 fekk ársins mál (Esmar Clementsen við hælara móti 07 Vestur). Hetta var einasta málið hjá 27-ára gamla gøtumanninum, sum hevur longt sáttmálan við B68, í 2024.
- Fimm mál vóru at velja ímillum, og tá talt var saman, hevði málið hjá Hjalta Strømsten fingið umleið 40 prosent av atkvøðunum.
Tilsamans 434 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Føroyar skulu spæla HM-undankappingardystir móti Kekkia, Montenegro og Gibraltar næsta ár. Fjórða liðið, og sterkasta liðið, verður Kroatia ella Frakland
Stutt fyri middag fríggjadagin gjørdist tað greitt, at føroyska A-landsliðið við monnum fær hendan bólkin til HM-undankappingina næsta ár:
Frakland/Kroatia (taparin av teimum í Nations League-uppgerð í mars)
Kekkia
Montenegro
Føroyar
Gibraltar
Rachel Yankey dró Føroyar úr pottinum næstseinast av liðunum í næstovasta styrkislagnum (Skíggjamynd)
Talan er um eitt miðal lutakast - og møguliga yvir miðal tá hugsað verður um fyritreytirnar. Tað var frammanundan møguleiki fyri at ikki fáa eitt lið úr niðasta styrkisbólkinum við. Í so fall høvdu Føroyar endað í bólki við bert fýra liðum og sum tað lægst styrkismetta.
Gibraltar hava vit ongantíð spælt kappingardyst móti fyri. Móti teimum eiga Føroyar at hava ógvuliga góðan møguleika at fáa fleiri stig ímóti.
Montenegro hava Føroyar ongantíð spælt ímóti, og liggja tað helst rímiligir møguleikar móti teimum - serliga á Tórsvølli. Hetta var ikki ein av sterkaru liðunum úr triðja styrkibólkinum.
Kekkia var avgjørt ikki ynskimóstøða úr næstovasta styrkisbólki. Teimum hava Føroyar spælt tríggjar ferðir ímóti seinastu 25 mánaðirnar, og tað er samanlagt endað 9-0 til Kekkia.
Seinasta mótstøðuliðið kemur ikki endaliga uppá pláss fyrrenn 23. mars, tá Frakland og Kroatia hava spælt seinnu Nations League-fjórðingsfinaluna landanna millum. Har er Frakland favorittur, og kemur taparin av hesari uppgerðini í undanbólkin hjá okkum. Tað verða franskar heimsstjørnur sum Mbappé ella eitt kroatiskt lið, sum helst er meira at tosa við - og sum í so fall verður heilt nýtt mótstøðulið fyri føroyska manslandsliðið.
Fyrstu dystirnir í bólkinum verða spældir millum 20. og 24. mars. Harvið eru beint yvir tríggir mánaðir til næsta kappingardystin hjá Føroyum - endaliga skráin er ikki løgd enn. Føroyar hava ongan landsliðsvenjara í løtuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Kekkia tekur ímóti 22. mars og Montenegro tekur ímóti tríggjar dagar seinni - áðrenn tað skal FSF finna ein landsliðsvenjara
Í gjárkvøldið varð endaliga greitt, at Føroyar byrja 22. mars í Kekkia og enda í Fraklandi ella Kroatia 14. november. Heimadystirnir í HM-undankappingini verða spældir í juni (ein), september (ein) og oktober (tveir)
Talan verður um tveir kappingardystir longu í mars. Føroyska manslandsliðið hevur ikki nakran landsliðsvenjara í løtuni, men leitað verður - helst skundar hendan skráin nakað undir tilgongdina.
Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá hol verður sett á undankappingina til HM 2026.
Eftir lutakastið í Zürich á middegi í gjár komu Føroyar í bólk L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.
Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19:45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Frankaríki ella Kroatia.
Føroysku dystirnir í HM-undankappingini í 2025:
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. september Føroyar – Frakland/Kroatia (kl. 19:45)
8. september Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. oktober Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. oktober Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. november Frakland/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)
Hvørt tað verður Frakland ella Kroatia, ið endaliga verða í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru á skránni 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman við Ukraina, Íslandi og Aserbadjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Hetta um vit spæla upp til okkara besta, sigur Andrias Edmundsson um HM-lutakastið. Verjuspælarin er eisini sera fegin um, at talan er um ein bólk við fimm liðum
- Hetta sær øgiliga spennandi út, og tað er avgjørt møguleiki at fáa fleiri stig, um vit spæla til okkara besta.
Soleiðis tekur Andrias Edmundsson stutt samanum dagsins lutakast til undankappingina til HM 2026.
Toftamaðurin hevur seinasta stóra árið hevur verið fastur fúsur í miðverjuni hjá Føroyum. Hann heldur tað vera sera deiligt at fáa fimm lið í bólkin - annar helmingurin av bólkunum hevur bert fýra lið í.
- Tað hevði verið fantastiskt eisini at fingið Frakland og harvið sloppið at spælt ímoti teimum bestu spælarunum í heiminum. Ikki tí; Kroatia er eisini super, sigur Andrias Edmundsson við Portalin.
Landsliðsmiðverjin hevur nú eina stutta jólaferiu. Tað er í mars næsta ár, at Føroyar skulu í gongd við HM-undankappingina, har átta dystir eru á skánni í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
22-ára gamli Casper Gedsted hevur spælt sjey dystir fyri AaB í Superliguni og hevur eisini roynt seg á Kypros
07 Vestur fekk í 2022 ein ungan danskan høgra bakk til landið, sum síðani hevur staðið seg heilt væl í føroyskum fótbólti.
Mathias Voss var nakað yngri tá, í mun til hvat Casper Gedsted Hansen er nú, men nú roynir 07 Vestur seg við enn einum donskum høgra bakki, sum átti at havt nógv góð ár eftir í sælr.
Í vikuni kunngjørdi felagið, at avtala er gjørt við "evnaríka danan", Casper Gedsted.
- Casper er 22 ára gamal. Hann bleiv tikin inn í ungdómsdeildina hjá AaB sum 13 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri AaB í Superliguni í mars 2022. Hann hevur síðani spælt sjey dystir í Superliguni fyr AaB og 21 dystir fyri HB Køge í næstbestu og triðbestu deildini í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Hann skal taka sær av besta kvinnuliðnum hjá B36 næstu tvey árini
Eliesar Olsen verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36 í 2025 og 2026.
B36 boðaði mánakvøldið frá, at sáttmáli var undirskrivaður.
Eliesar Olsen er 35 ára gamal, men hevur longu drúgvar royndir sum venjari.
Seinastu árini hevur hann verið høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi. Bara 24 ára gamal flutti hann saman við barndómsfelagnum Skála upp í bestu deildina í 2013, har hann eisini fekk seg royndan árið eftir. Eliesar Olsen hevur eisini fyrr verið høvuðsungdómsvenjari á Skála.
B36 hevði eitt ungt lið í fjør, og megnaði ikki at vinna seg í topp fýra og í ovara endaspælið í Betrideildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
49-ára gamli Allan Drost hevur drúgvar royndir - millum annað úr bestu donsku kvinnudeildini. Drost hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við KÍ
Tað verður 49 ára gamli danin, Allan Drost, sum komandi tvey árini verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta mansliðnum KÍ.
Seinastu árini hava útlendskir venjarar røkt hesar postarnar í Klaksvík. Seinast tað var sami venjari til Betri kvinnur og 1. deild hjá monnum var í 2022, tá Jens Wedeborg, sum nú hevur leitt mansliðið hjá NSÍ út í Evropa, við hepnari hond hevði liðini.
Tá vunnu kvinnurnar greipuna, í 2023 endurvann KÍ FM, men í ár gjørdist fyrsta árið síðani 2018 uttan eitt steyp til KÍ-kvinnurnar.
Næstbesta liðið hjá monnum slapp undan niðurflyting til 2. deild við einum góðum endaspurti.
Allan Drost hevur drúgvar venjararoyndir og hægstu venjaraútbúgvingar. Seinasta venjarastarvið hjá Allani Drost var hjá besta kvinnuliðnum í Kolding IF. Kappingarárið har byrjaði illa, og tískil fekk hann sekkin síðst í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2024
Jóannes Jakobsen er byrjaður í sínum nýggja starvi. Sáttmálin við B36 er galdandi fyri 2025
Fótbóltsfeløgini í Føroyum eru fult í gongd við fyrireikingarnar til 2025, og millum annað eru fleiri høvuðsungdómsvenjarar komnir uppá pláss seinastu tíðina.
B36 er eitt felag, sum hevur skrivað undir við ein slíkan. Og talan er um eitt ógvuliga kent navn í føroyskum fótbólti.
Jóannes Jakobsen var liðformaður á landsliðnum, tá farið var í gongd at spæla undankappingardystir. Ein av Landskrona-hetjunum hevur síðani verið nógv virkin í fótbóltsheiminum, og var hann longu í nítiárinum venjari - leikandi venjari hjá VB, HB og KÍ.
Seinni hevur hann stjórnað AB, B68 og júst B36, og í átta ár (2012-2019) var Jóannes hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, har verulig framgongd var í løtum, tað millum annað eydnaðst at vinna tvær ferðir á Grikkalandi.
Í tvey ár var Jóannes Jakobsen høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi, og nú er royndi havnarmaðurin farin í gongd í B36.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
FC Hoyvík hevur gjørt tvey-ára sáttmála við danan, sum er av føroyskari ætt. Casper hevur Uefa B-prógv og kemur úr starvi í Vanløse
FC Hoyvík hevur gjørt sáttmála við danan Casper Heinesen um at vera okkara høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini.
Seinastu 10 árini hevur hann verið virkin í fótbólti á ymsan hátt, serliga við menning av yngri leikarum. Casper hevur Uefa B-licens sum venjari umframt at hann fyri stuttum fekk prógv sum Uefa B-youth venjari, ið er ein nýggj venjaraútbúgving málrættað til barna- og ungdómsfótbólt.
Umframt nevndu venjaraútbúgvingar er Casper útbúgvin námsfrøðingur, og hevur hann eisini tikið skeið í m.a. ítróttarsálarfrøði.
Seinastu tvey árini hevur Casper verið menningarvenjari í Vanløse IF.
Casper er 32 ára gamal, dani og av føroyskari ætt. Hann hevur tó ongantíð verið búsitandi í Føroyum.
Sum høvuðsungdómsvenjari kemur hann í tøttum samstarvi at arbeiða saman við venjarunum á yngru liðunum og við ungdómsnevnd felagsins. Hann byrjar í starvinum 1. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
Eisini er avgjørt, at HM í 2030 verður í seks londum: Paraguai, Uruguai, Argentina, Marokko, Portugal og Spania. Avgerðin fakk á talgildum fundi í dag
Saudiarabia verður vertur fyri heimsmeistarakappingina í fótbólti 2034.
Tað hevur verið væntandi leingi, eftirsum onkið annað land hevði bjóða seg fram sum møguligur vertur.
Saudiarabia fekk í vikuni tillutað vertsskapin á einum eykaaðalfundi hjá Fifa, ið varð hildin á netinum.
Vertsskapið varð lagt fram á einum longum videofilmi, har bæði børn, prinsar og Mohammed bin Salman, forsætisráðharri, løgdu fram ætlanina fyri ta “bestu HM kappingina nakrantíð”.
Slagorðið fyri endakappingina 2034 verður “at vaksa saman”.
Síðan varð farið undir at atkvøða um vertsskapirnar í 2030 og 2034 undir einum. Atkvøðugreiðslan fór fram við at limalondini klappaðu fyri at vísa, at tey vóru samd. Og sostatt fór vertsskapurin í 2030 til Paraguai, Uruguai, Argentina, Marokko, Spania og Portugal og í 2034 til Saudiarabia.
Harvið fingu limalondini ikki møguleika fyri at atkvøða ímóti. Men tey, sum sóust á skíggjanum, klappaðu øll, og sostatt kundi Fifa-forsetin, Gianni Infantino, staðfesta at HM í 2030 verður í hesum seks londunum, og HM í 2034 í Saudiarabia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2024
Hetta ger styrkismetingin, staðfestir Claus Mogensen. Landsliðsvenjarin sigur, at hann helst vil sleppa undan Kroatia, Serbia, Portugal og Norðurmakedonia í lutakastinum sunnudagin
Claus Mogensen vil - eins og føroysku kvinnurnar - ógvuliga gjarna aftur til eitt endaspæl. Nú tíggju dagar eru farnir síðani seinasta dystin í Sveis, so kann venjarin hyggja aftur á eina stóra uppliving: Á serstakar dagar og sterkan føroyskan felagskap við stoltleika.
Sí eisini: Føroysk frambrot og føroyskar fyrimyndir
Nú verður hugt frameftir. Portalurin hevur tosað við Claus Mogensen í sambandi við, at lutakast til HM play-off umfari verður í morgin. Tveir dystir í apríl - ein úti og ein heima - fara at avgera, hvørt Føroyar skulu til endaspæl aftur í november-desember 2025 ella ikki.
Bólkarnir til HM play-off
Ovari styrkisbólkur: Danmark/Svøríki, Montenegro, Poland, Rumenia, Slovenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland og Føroyar.
Niðari styrkisbólkur: Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo og Litava
Føroysku kvinnurnar fáa eitt av teimum ellivu londunum úr niðara bólkinum. At Føroyar endaðu nummar trý í EM-bólkinum - eitt mál betri enn Kroatia - kann fáa heilt stóran týdning, staðfestir venjarin.
- Tað at vit eru styrkismett ger jú, at vit hava ein veruligan møguleika at spæla okkum til HM. Tað er ein stórur styrkismunur á teimum flestu liðunum í ovara lagnum og niðara lagnum. Um vit ikki høvdu verið styrkismett, so hevði mann verið ein stórur "underdog" móti øllum frá ovara lagnum har.
At Føroyar eru millum tey styrkismettu ger tó ikki, at tað bara fer at vera einfalt at spæla seg til HM-endaspælið. Claus Mogensen hevur 3-4 lið, sum hann helst vil sleppa undan at síggja koma úr bollanum í sambandi við Føroyar.
- Tað eru nøkur lond, sum ikki eru styrkismett, sum vit høvdu verið lítlir "underdogs" ímóti. Kroatia, Serbia og Portugal verður ógvuliga trupult at vinna yvir tveir dystir. Tey eru sterk, og tey ynskja vit helst at sleppa undan. Eg rokni sum so eisini Norðurmakedonia uppí tann bólkin: Kanska ikki eitt eins gott lið sum hini trý men tað er vegna torføra útidystin.
Føroyar stríddu seg til søguligt stig móti júst Kroatia 1. desember í Basel...(Mynd: Sverri Egholm)
...men Kroatia er eitt av fýra møguligum mótstøðuliðum hjá Føroyum, sum Claus Mogensen helst vil sleppa undan í HM-undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Høvuðsvenjarin staðfestir tó, at tað er ein stórur munur at vera styrkismettur: Føroyar koma í øllum førum hava heilt góðan møguleika, móti flestu av "ikki-styrkismettu" londinum og kanska eiga ein fittan favorittleiklut.
Ísrael, Italia, Kosovo og Litava eru tey fýra londini í "bólkinum", sum ikki vóru við til EM-endaspælið. Tey hava vunnið seg til play-of umfari við sigrum í undanumfarinum. Men hóast tað eru millum bestu møguleikarnar hjá Føroyum á pappírinum, so vil Claus Mogensen ikki skýra tey at vera "dreymalutakast".
- Vit kenna heldur lítið til tey fyri, at vit kunnu lýsa tey sum dreymalutakast. Tað er til dømis ymiskt, ið týðir uppá, at Italia í løtuni er í einari stórar menning sum hondbóltsland.
- Eitt ting er í øllum førum greitt: So skjótt úrslitið av lutakastinum fyriliggur, so fara vit at fáa fatur á so nógvari kunning sum gjørligt um mótstøðuna. Vit vilja vera so væl fyrireikað sum gjørligt, tá vit spæla undankapping, staðfestir Claus Mogensen at enda.
Lutakastið verður sunnudagin klokkan 12.30 føroyska tíð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
H71 og KÍF skulu spæla aðru steypahálvfinaluna, og Kyndil og VÍF hina
StÍF skuldi vinna við minst fimm málum í Hoyvík mikukvøldið fyri at tryggja sær atgongumerki til hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini hjá monnum,
Talan gjørdist um ein spennandi dyst, men gestirnir vóru ongantíð nær við at røkka málinum um greiðan sigur. H71 vann 32-31 og endar harvið ovast í bólkinum við fullum stigatali.
Hóskvøldið varð greitt, at Kyndil gjørdist hitt liðið, sum fór víðari í bólkinum. Kyndil vann lættliga 40-27 á Team Klaksvík.
Úrslitið av bólkið 2 gjørdist hetta:
H71 6 stig
Kyndil 4 stig
StÍF 2 stig
Team Klaksvík 0 stig
Faxe Kondi-kappingin (menn) - bólkur 2
Mikudagin 11. desember
H71 - StÍF 32-31 (15-14)
Toppskjúttar: Rókur Ziskason og Brian Slyne 9 mál (H71) - Trúgvi Hávardsson 7 mál (StÍF)
Hósdagin 12. desember
Kyndil - Team Klaksvík 40-27 (22-13)
Toppskjúttar: Thobias Thisen, Kyndil 10 mál - Jónas Sólsker, Team Klaksvík, 10 mál
Í hinum bólkinum var bert spenningur um, hvør skuldi vinna vinna. VÍF og KÍF spældu beinleiðis finalu í Vestmanna. Har var leingi talan um ein javnan dyst, men seinasta korterið høvdu vestmenningar yvirtakið - og skoraðu millum annað fýra mál á rað.
Steypavinnararnir vunnu bólkin, og skulu harvið spæla móti Kyndli í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni spæla H71 og KÍF.
Faxe Kondi-kappingin (menn) - bólkur 1
Mikudagin 11. desember
VÍF - KÍF 28-25 (16-16)
Toppskjúttar: Óla Jákup Gaard Olsen 8 mál, Filip Jojic 7 mál (VÍF) - Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson 7 mál
Neistin - H71 2 33-20 (18-10)
Toppskjúttar: Dánjal Tórgarð (H71) 9 mál, Kjartan Brimnes (Neistin) 6 mál
Bólkaspælið hjá kvinnum fór í gongd nakað áðrenn EM-steðgin og varð tikið uppaftur í Vestmanna í gjár. Har vann VÍF við heili 22 málum á VB.
Tað var í bólki 1. Har hittust Kyndil og H71 hóskvøldið, úrslitið gjørdist javnleikur 32-32
Fult umfar var eisini í bólki 2 hóskvøldið. Her vóru úrslitini meira óvæntað. EB vann 23-20 á StÍF og Stjørnan vann 24-23 á Neistanum.
Faxe Kondi-kappingin (kvinnur) - bólkur 1
Mikudagin 11. desember
VÍF - VB 36-14 (22-7)
Toppskjúttar: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF, 8 mál - Tórun Vilhelm og Krista Mohr Leo, VB, 4 mál
Hósdagin 12.desember
Kyndil - H71 32-32 (20-14)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen, Kyndil, 9 mál - Maria H. Weyhe, H71, 12 mál
Støðan eftir tvey umfør er, at Kyndil og H71 hava 3 stig, VÍF hevur 2 stig og VB einki.
Faxe Kondi-kappingin (kvinnur) - bólkur 2
Stjørnan - Neistin 24-23 (9-12)
Toppskjúttar: Tóra Eliasen, Stjørnan, 7 mál - Birna Eyðunardóttir og Marjun Danberg, Neistin, 5 mál
StÍF - EB 20-23 (7-10)
Toppskjúttar: Josefine Dyring, StÍF, 7 mál - Sanja Pajic, EB, 7 mál
Støðan eftir tvey umfør er, at øll liðini nú hava 2 stig í part.
Triðja umfar í hesi kappingini verður spælt 12. januar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2024
Vektarrúm og bygt verður upp í eystara enda á høllini
Vestmanna bygdarráð samtykti á fundi 30. oktober at játta hálva millión krónur at byrja tilgongdina at útvega lokala ítróttafelagnum, VÍF, betri karmar.
Fyrireikingararbeiðið til at umbyggja verandi køk í ítróttarhøllini til eitt vektarrúm og at byggja uppí eystara enda á høllini er komið væl áleiðis, sigur Vestmanna kommuna.
Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru fýra milliónir krónur settar av, so byggiarbeiðið kann setast í verk.
Bygdarráðið fegnast um, at Vestmanna Ítróttarfelag – sum bleiv stovnað 17. mai 1939 – umsíðir fær somu karmar sum feløgini, tey kappast ímóti, og at VÍF fær hølir sum hóska til stóra virksemið hjá felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2024
Hetta er greitt eftir sigrar á ávikavist Fraklandi og Ungarn í gjárkvøldið. Tað gjørdist ein meira spennandi dystir fyri danir, men serliga Anna Kristensen og Anne Mette Hansen gingu á odda
Eins og fyri tveimum árum síðani, skulu Danmark og Noreg spæla EM-finalu hjá kvinnum. Hetta er greitt eftir hálvfinalusigrarnar hjá skandinavisku stórveldunum í gjárkvøldið.
Ungarn hekk eitt sindur í Noreg fyri steðgin, men tíðliga í 2. hálvleik í Wien fóru evropeisku meistararnar og olympisku meistararnar frá, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur um endaliga úrslitið.
Noreg vann 30-22, og var tað heimsins besti spælari, Henny Reistad, sum gekk á odda. Toppskjúttin legði eisini upp til nógv mál, og tað liggur uppaftur meira á Reistad, nú Nora Mørk ikki er við (við barn), og Stine Oftedal er givin.
Henny Reistad er greitt størsta norska stjørnan nú, og spældi hon eisini eina góða hálvfinalu, tá tað eydnaðist at vinna tryggan sigur á Ungarn (Mynd: EPA)
Fimta stóra endaspælið á rað er Noreg í finaluni. Tær skulu royna at endurvinna í seinasta dystinum hjá Thorir Hergeirsson, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá Noregi síðani 2009. Aftur er tað Danmark, sum skal basast, um gullið skal í hús til eitt EM-endaspæl.
Seinastu árini hava donsku kvinnurnar vunnið seg til at vera fastan gest í hálvfinalum. Seinasta gullið liggur tjúgu ár aftur í tíðini, men nú er Danmark aftur ein dyst frá. Donsku kvinnurnar tóku skjótt leiðsluna, og misti hana so at siga ikki aftur. Frakland var ongantíð frammanfyri, men bjóðaði Danmark av so at siga allan vegin.
Anne Mette Hansen, sum spælir í Fraklandi til dagliga, gjørdist toppskjútti í dystinum við sjey málum, og var eisini við í teimum flestu málunum hjá Danmark (Mynd: EPA)
Tað var 13-11 til Danmark í steðginum, og tað eydnaðist eisini bólkamótstøðuliðnum hjá Føroyum at skora í fyrsta álopinum eftir steðgin. Síðani steðgaði tað fullkomiliga upp í álopinum, og næstu tíggju minuttirnar skoraði Danmark einki mál. Tað var 14-14, og so tók Anne Mette Hansen sakina í egnar hendur: Hon vann brotskast, skoraði sjálv, og brádliga fekk Danmark seks mál á rað.
Hetta varð ov nógv at heintað hjá heimsmeistarunum. Serliga tá danska verjan var ógvuliga stinn, og Anna Kristensen vísti heimsklassa spæl í málinum. 16 bjargingar (43 prosent) og dagsins leikari, og saman við omanfyrinevndu Anne Mette tók Esbjerg-málverjin risa ábyrgd. Mia Højlund skúgvaði allan iva viks við flottum máli; Jesper Jensen vann taktiska dystin uttan fyri vøllin, og tær donsku kunnu fegnast.
Venjarin Jesper Jensen og málverjin Anna Kristensen hálvsfevnast á hallargólvinum í Wien beint eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
(Mynd: DHF)
EM-hálvfinalur
Fríggjakvøldið 13. november í Wiener Stadthalle
Noreg - Ungarn 30-22 (13-11)
Danmark - Frakland 24-22 (13-11)
Danmark og Noreg spæla EM-finalu sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. Noreg vann 27-24, tá liðini hittust í meginumfarinum í síðstu viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2024
Í Klaksvík vann Mjølnir tryggan sigur á Drátti og Kollafirði glapp royndin hjá TB at koma upp á annað pláss
Hotel Djurhuus-deildin:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-20, 26-24, 25-20)
Enn hevur eingin megnað at fingið stig ímóti SÍ, og hóast kappingin framvegis er ung, so er eingin ivi er um, at SÍ verður annað av liðunum í FM-finalunum í mars.
Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, kendi seg noyddan at taka kreppuleikbrá eftir bara fimm bóltar, tá ið SÍ hevði lagt seg á odda 5-0. Kanska steðgaði tað bløðingini eina løtu, men ongantíð kom Fleyr afturíaftur í settinum, og eina løtu vaks munurin upp í 10 stig við støðuna 17-7. Fleyr pyntaði eitt lítið sindur upp á støðuna móti endanum á settinum, sum SÍ vann 25-20.
SÍ setti seg eisini tungt á annað sett og legði seg á odda 6-1. Aftur tók Fleyr leikbrá, og hesa ferð munaði betur, og Fleyr javnaði til 8-8. SÍ hevði tó hug at fara undan aftur og legði seg á odda 19-14, tá ið Fleyr svaraði aftur og fór framum 22-20 og spældi seg eisini til settbólt við støðuna 24-23. SÍ vann tó næstu tríggjar bóltarnar og settið 26-24.
Fleyr fylgdi so dánt við í triðja setti; javnaði til 16-16 og fór framum 17-16, men góða løtan var stokkut, tí SÍ fór framum aftur og vann trygt 25-20.
Mjølnir – Dráttur 3-0 (25-23, 25-11, 25-13)
Í Klaksvík vann Mjølnir tryggan sigur á Drátti.
Tað var bara í fyrsta setti, at heimaliðið fekk líkinda mótstøðu, eftir at Dráttur hevði lagt seg á odda 7-1, men Mjølnir javnaði tó til 8-8. Dráttur togaði seg framum aftur 14-13, 21-18, 22-20 og 23-21, men so vann Mjølnir fýra tey næstu stigini og tryggjaði sær settið 25-23.
Við sigrinum fór Mjølnir upp á triðja plássið við sama stigatali sum TB, men við betri settmuni, bæði eitt stig aftanfyri Fleyr á øðrumplássi. Fleyr hevur tó spælt ein dyst færri enn hini bæði.
KÍF – TB 3-2 (26-24, 28-26, 18-25, 19-25, 15-8
Við trimum stigum ímóti KÍF hevði TB leygardagin møguleikan at leggja seg á annaðplássið í Hotel Djurhuus, men so skuldi ikki verða, tí kollfirðingar vunnu dystin 3-2.
KÍF hevði hug at draga frá fleir ferðir í fyrsta setti, men hvørja ferð treiskaðist TB og javnaði, og soleiðis gjørdist støðan 24-24, tá KÍF vann neyðugu tveir bóltarnar og settið 26-24 við smassji frá Milju Silvansdóttir og blokki, sum TB ikki fekk bilbugt við.
Soleiðis var eisini í øðrum setti, har KÍF legði seg á odda 6-1, og 19-13, men TB fekk fekk tær aftur og fór eisini framum og hevði tveir settbóltar við støðuna 24-22. KÍF hóraði tó undan og vann settið 28-26 við sínum triðja settbólti, tá dømt var fyri uppstillingarfeili hjá TB.
Triðja sett var eisini javnt – til 18-18, tá KÍF púrasta fall til jarðar og tapti rest, sjey stig, so at TB vann 25-18; síðsta stigið við serviessi frá Arianu Pereyra.
Gongdin var mest sum tann sama í fjórða setti, har TB fór frá 14-13 til 21-13 í einum háli og vann settið 25-19.
Men hevði spenningur verið í teimum fyrstu fýra settunum, so var mest sum eiðasørt av spenningi í javnbrótaranum, tí KÍF stýrdi við harðari hond og legði seg á odda 5-0 og 8-1, og hesa støðuna fór heimaliðið ikki lata gleppa sær av hondum.
Munurin vaks eisini til 13-4, áðrenn TB pyntaði eitt sindur uppá støðuna til 8-13, men sigurin hjá KÍF kom ongantíð í vanda, og úrslitið gjørdist 15-8, tá ið Elsa Samuelsen sló dystarbóltin í blokkin hjá TB og í gólvið.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 21 stig (+19 í settmuni)
Fleyr 11 stig (+4)
Mjølnir 10 stig (+2)
TB 10 stig (-2)
KÍF 8 stig (-2)
Dráttur 0 stig (-21)
Komandi dystir:
Sunnudagin 15. desember kl. 16.30: Dráttur - KÍF í høllini á Giljanesi
Sunnudagin 15. desember kl. 18: Fleyr - Mjølnir í høllini á Hálsi
Mikudagin 18.. desember kl. 19: Mjølnir - SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík
Komandi dystir í Polestar-kappingini við monnum:
Sunnudagin 15. desember kl. 13: ÍF - SÍ í Fuglafirði
Fríggjadagin 20. desember kl. 19: Mjølnir - ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2024
Bara smærri broytingar eru at síggja á nýggjasta føroyska styrkilistanum í talvi, sum altjóða talvsambandið FIiDE hevur kunngjørt
Tveir kenningar eru komnir afturíaftur. Á desember-listanum eru John Arni Nilssen og Olaf Berg aftur at síggja. Tað merkir, at teir hava aftur sett seg við talvborðið eftir steðg í meira enn eitt ár. John Arni telvar í donsku landskappingini, og Olaf Berg var herfyri aftur á 1 liði hjá Havnar Telvingarfelag í útidysti móti Klaksvík.
Føroyar standa nummar 74 í røðini av teimum 203 londunum, sum eru limir í altjóða talvsambandinum. Grundarlagið undir hesum yvirliti er miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum hjá øllum limalondunum. Á talvolympiaduni í Budapest í september endaðu Føroyar nummar 52 av 188 liðum. Tað er besta føroyska úrslit í talv-OL.
Tey ellivu feløgini, sum í vetur kappast í landskappingini, hava skrásett í alt 424 virknar telvarar í Føroyum.
Í topp 15 yvirlitinum niðanfyri eru fýra, sum dagliga telva í donskum feløgum. Teir eru John Arni Nielsen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Jóan Hendrik Andreasen. Á okkara yvirliti eru teir kortini skrásettir í sínum føroysku feløgum.
15 teir bestu (desember 2024)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2545
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2390
3. IM John Arni Nilssen, ST 2330
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2305
5. Rógvi Egilstoft, ST 2287
6. Martin Poulsen, HT 2262
7. IM John Rødgaard, 2255
8. Ólavur Simonsen, KTF 2193
9. Carl Eli Samuelsen, HT 2190
10. Flóvin Tór Næs, HT 2187
11. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2182
12. Bogi Ziska, TT 2178
13. Olaf Berg, HT 2172
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2159
15. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2155
Nummar tólv í norðurlondum
Á føroyska listanum skarar stórmeistarin Helgi Dam Ziska framúr. Kaga vit at desember-listunum í norðurlendsku grannalondunum, sæst, at Helgi stendur sum nummar tólv í øllum norðurlondum.
Noreg við heimsins besta telvara á odda, er rímiligt fremsta norðurland í talvi. Noreg er nummar 17 í heiminum. Fimm norskir telvarar hava hægri styrkital enn føroyski stórmeistarin.
Í Danmark eru tríggir, sum hava meira enn 2550 í rating, í Svøríki tveir og í Finnlandi ein. Og hóast Ísland eigur trettan stórmeistarar, sum telva regluliga, er Helgi Dam Ziska fremri enn teir allir. Vignir Vatnar Stefansson er í løtuni sterkasti telvari í Íslandi. Styrkitalið er 2537.
Noreg (17)
1. GM Magnus Carlsen 2831
2. GM Johan-Sebastian Christiansen 2661
3. GM Aryan Tari 2629
4. GM Jon Ludvig Hammer 2603
5. GM Simen Agdestein 2564
Danmark (33)
1. GM Jonas Buhl Bjerre 2642
2. GM Mads Andersen 2592
3. GM Jesper Søndergaard Thybo 2553
Svøríki (35)
1. GM Nils Grandelius 2641
2. GM Ferdinand Hellers 2585
Finnland (54)
1. GM Tomi Nyback (2587)
Og soleiðis sær topp 10 listin í øllum heiminum út í løtuni:
Topp 10 (desember 2024)
1. Carlsen (Noreg) 2831
2. Caruana (USA) 2805
3. Nakamura (USA) 2802
4. Erigaisi (India) 2801
5. Gukesh (India) 2783
6. Abdusattorov (Usbekistan) 2777
7. Firouzja (Frakland) 2763
8. Nepomniachtchi (Russland) 2755
9. Wei (Kina) 2753
10. Anand (India) 2750
Á hægsta tindi
Áhugavert er at kanna, hvussu høg ratingtølini hava verið hjá okkara bestu telvarum. Nær toppaðu teir?
Vit hava funnið tólv, sum hava otað seg upp um 2300 í altjóða rating. Í løtuni eru fýra føroyskir telvarar, sum hava eitt styrkital oman fyri 2300.
Eitt lítið fyrivarni skal takast fyri, at tølini fyri aldamótið eru ikki almenn á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum. Men okkum vitandi vóru styrkitølini ikki so høg tá sum nú. Tá var ofta heldur víst á føroysk tøl, í summum førum donsk tøl. Nú er alt altjóða ELO-tøl.
1. Helgi Dam Ziska 2555 (des. 2016)
2. John Arni Nilssen 2426 (okt. 2003 - apríl 2004)
3. Høgni Egilstoft Nielsen 2416 (des. 2019)
4. Rógvi Egilstoft 2387 (des. 2019)
5. John Rødgaard 2383 (juli-okt. 2008)
6. Heini Olsen 2382 (jan-apríl 2009)
7. Flóvin Tór Næs 2337 (okt. 2003)
8. Luitjen Akselsson Apol 2330 (okt. 2024)
9. Hans Kristian Simonsen 2330 (okt. 2005)
10. Martin Poulsen 2328 (juli 2007-apríl 2008)
11. Olaf Berg 2323 (nov. 2016)
12. Carl Eli Samuelsen 2311 (2008-2009)
Á hesum yvirliti er danin Leif Kristensen ikki íroknaður. Hann var virkin í føroyskari telving miðskeiðis í 80-unum, og telvaði á føroyska landsliðnum bæði í OL 1988 og í 8-landakappingini 1989. Ta ferðina hann vann á íslendinginum Jóhann Hjartarssyni, sum um somu tíð spældi seg í HM-fjórðingsfinaluna móti Anatolij Karpov. Leif Kristensen, sum er altjóða meistari, og eisini hevur telvað á danska landsliðnum, hevði 2385 í altjóða rating, tá hann hevði mest, og 2398 í danskari rating. John Rødgaard hevði í 1992 2410 í danskari rating.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald