Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. november 2024 | Nr. 46 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Samgongan í Havn komin undir land: Elsa Berg borgarstjóri

SíÐa 2

1 Leygardagur 16. november 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Politikkur á bliki

Sjógvarnir eru við at slætna aftur á (kommunal)politiska vígvøllinum. Valið er av. Bólkar hava funnið saman fyri at halda onnur uttanfyri, og nýggja kommunala putlispælið er við at koma upp á pláss.

Nógv áhugavert hendi á valkvøldinum – í summum førum fyri víðopnum sjónvarpsskíggja. Fyri fýra árum síðani var tað í Klaksvík, at vit sum sjónvarpshyggjarar sóu, hvussu kyniskur politikkur kann vera, tá fólkafloksmenninir boðaðu frá, at teir ikki høvdu nakran borgarstjórakandidat kláran, og lótu valdið yvir til sambandslistan, sum fekk eitt umboð í býráðið.

Hesaferð varð vent í holuni. Fólkaflokslistin leitaði sær hjálp í sjálvstýrinum og fór beinhart eftir at skaffa fyrrverandi sjálvstýrishøvdinganum borgarstjórasessin. Úrslitið var, at allir hinir listarnir tóku seg saman, við tí eina endamáli at halda fólkaflokslistan uttanfyri.

Í ár var tað í Havn, at politiska spælið varð lagt út á blik, tá vit í sjónvarpinum sóu – live – komandi limirnir í sundurpettaða býráðnum renna runt sum flugur í fløsku, og royndu at skapa relasjónir, sum kundi gagna teimum, tá endaliga valúrslitið einaferð varð kunngjørt.

Har var nógv áhugavert at hóma bara við at lesa kropsburðin hjá valevnunum, og tað var eisini greitt, at summi løgdu meira fyri at sleppa inn í hitan enn onnur.

Og aftur hesaferð var tað sitandi borgarstjórin, sum fekk frægast burturúr, hóast hann var stóri taparin á valinum.

Yvirhøvur hevur Javnaðarflokkurin, ella valfelagið hjá flokkinum í høvuðsstaðnum, gjørt eitt óvanliga vánaligt arbeiði í sambandi við uppstillingina í ár. Tað er óhoyrt, at ein flokkur kann ganga aftur úr 43,9 niður í 18,3 prosent.

Og so kunnu vit kjakast um, hvør eigur skuldina. Okkara niðurstøða er, at tað er ikki einans eru tey, sum valdu at stilla upp á øðrum lista, als ikki. Ósemjan í valfelagnum átti ongantíð at komið so langt, um rætt var telvað.

Tá tað er sagt, so megnaði Heðin Mortensen at bjarga vanlukkuligu støðuni, og hevur við skipanini tryggja flokkinum, og serliga sær sjálvum, størst møguliga ávirkan og vald í mun til veljaraundirtøkuna við at gerast bæði varaborgarstjóri og fýra nevndarsessir, harav formanssessin í tveimum týðandi nevndum umframt umboð í Sev-stýrinum.

Eftir sita teir báðir fyrrverandi javnaðarmenninir, ið áttu eina glæsiliga framtíð fyri sær í býráðspolitikki fyri bert fáum mánaðum síðani – í andstøðu og uttan ávirkan.

Tá var meira stílur yvir Tjóðveldinum, sum fekk eitt glæsiligt val. Einasta lýtið var kynssamansetingin hjá teimum valdu – har vóru bara kvinnur, men tað bøtti so upp á samlaða kynsbýtið í býráðnum.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu unga oddakvinnan við greiðum grønum profili, fer at rigga í borgarstjórasessinum. Fer hon at megna at førka umsitingartungu stóru kommununa til at gerast ein lokomotiv fyri grøna orkuskiftinum og ein vegvísari í umhvørvisvinarligari býarmenning? Tað er ikki vist, at tað verður so lætt.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3081

    Lisnar síður: 11124

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. november 2024

Samgongan í Havn komin undir land: Elsa Berg borgarstjóri

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava avtalað at skipa samgongu í Tórshavnar býráð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin skipaðu mikukvøldið  samgongu í Tórshavnar býráð.

Tjóðveldi og Elsa Berg fáa borgarstjórasessin, og Javnaðarflokkurin og Heðin Mortensen fáa varaborgarstjórasessin. 

[object Object]Guttormur í Skála (I), Elsa Berg (E) og Heðin Mortensen (C)

- Samgonguflokkarnir eru somuleiðis samdir um at raðfesta hesi høvuðsøki: Bústaðir, dagstovna– og eldraøkið og umhvørvið, sigur samgongumeirilutin í skrivi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Býtið verður soleiðis:

Borgarstjóri: Elsa Berg
1. varaborgarstjóri: Heðin Mortensen
2. varaborgarstjóri: Minnilutin

Fíggjarnevnd
Forkvinna: Elsa Berg
Guttormur í Skála
Kristianna Winther Poulsen

Tekniska nevnd
Formaður: Bergur Dam Jensen
Kristianna Winther Poulsen
Anja Weyhe

Byggi- og býarskipanarnevnd
Forkvinna: Anja Weyhe
Annita á Fríðriksmørk
Bergur Dam Jensen

Havnanevndin
Formaður: Heðin Mortensen
Anja Weyhe
Guttormur í Skála

Náttúru- og umhvørvisnevndin
Forkvinna: Kristianna Winther Poulsen
Guttormur í Skála
Annita á Fríðriksmørk

Mentamálanevndin
Forkvinna: Heidi Lava Elgeirsdóttir
Bergur R. Dam Jensen
Heðin Mortensen

Trivnaðarnevndin + matarskipan til dagstovnar
Forkvinna: Annita á Fríðriksmørk
Kristianna Winther Poulsen
Heðin Mortensen

Heilsu- og eldranevndin + integratión
Forkvinna: Kristianna Winther Poulsen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Lava Elgeirsdóttir

Vinnunevndin
Formaður: Heðin Mortensen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Lava Elgeirsdóttir

Tilbúgvingarnevndin
Elsa Berg
Heðin Mortensen
2. varaborgarstjóri

SEV stýrið
Heðin Mortensen (C)

Fjarhitafelagið
Forkvinna: Annita á Fríðriksmørk
Guttormur í Skála
Bergur R. Dam Jensen

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hósdagin kom nývalda býráðið í Havn saman at skipa seg við Elsu Berg sum borgarstjóra og Heðini Mortensen sum varaborgarstjóra.

Sí myndirnar frá fundinum her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

3 Leygardagur 16. november 2024

Tveir listar klára at telja upp í sjey í sprøkluta býráðnum

(Valkvøld í Tórshavnar kommunu) Og tey rýmdu úr høllini um midnáttarleitið fyri at samráðast víðari úti í býnum. Býráðsvalið í Havn gjørdist júst so spennandi, sum spátt varð frammanundan

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá kommunuvalið í Tórshavnar kommunu nú gjørdist júst so sprøklut og marglitt, sum vit spáddu í veljarakanning undanfarna leygardag, so er greitt, at tað eru nógvir møguleikar at telja upp í sjey.

Tað verða seks listar umboðaðir í Tórshavnar býráði komandi valskeið. Hesir fingu fýra, trý, tvey, tvey, eitt og eitt umboð í býráðið.

So har vóru nógvur møguleikar at telja upp í sjey og harvið finna ein býráðsmeiriluta. Og tað bleiv eisini samráðst og fríggjað dúgliga í ítróttarhøllini undan, ímeðan og eftir at endaliga úrslitið varð kunngjørt út móti midnátt í kvøld.

Líka til nøkur av teimum lótu seg í frakkarnar, tóku taskurnar um herðarnar, og rýmdu úr høllini.

Tey vóru sjey í tali – júst nóg mikið til at skipa samgongu.

(Portalurin dekkaði valkvøldið týskvøldið við live-uppdatering. Livebloggurin frá kvøldinum sæst her)

[object Object]

Tjóðveldi+Javnaðurin

So nú verða samráðingar førdar millum teir báðar listarnar, sum saman megna at telja upp í sjey: Tjóðveldi við fýra og javnaðarlistan við trimum býráðslimum.

Elsa Berg gjørdist stóri vinnarin á valinum hesaferð. Hon varð fyrstvald í býráðið við 1.007 persónligum atkvøðum, og tjóðveldislistin gjørdist størstur við 3.427, svarandi til meira enn ein fjórðing av øllum atkvøðunum, ið vórðu givnar í Tórshavnar kommunu.

Flokkurin fekk harvið fýra av teimum 13 umboðunum í Tórshavnar býráði. Alt kvinnur. Umframt Elsu Berg eru tað Heidi Lava Elgeirsdóttir við 457 atkvøðum, Annita á Friðriksmørk við 407 atkvøðum og Anja Maria Hammer Weyhe við 367.

Sannlíkindini fyri, at Elsa Berg gerst komandi borgartjóri í høvuðsstaðnum eru eisini stór. Heilt stór.

Sí myndarøðir frá valkvøldinum:

Dramatikkur í Høllini á Hálsi

Uppteljing í Klaksvík

Telja upp á Hálsi

[object Object]

Heðin absiderar

Tí alt bendir á, at Heðin Mortensen við valúrslitinum í kvøld hevur ásannað, at hansara tíð sum borgarstjóri er av. Ikki bara gekk hansara listi aftur við yvir 3.000 atkvøðum, yvir 25 prosentstigum. Heðin Mortensen fekk hesaferð 789 persónligar atkvøður, tað er ein afturgongd upp á næstan 1.500 atkvøður í mun til seinast.

At hann heldur ikki fekk dóttrina, Elina, við sær í býráðið, má eisini metast sum ein ósigur fyri sitandi borgarstjóran.

Og bara tað, at Heðin Mortensen játtar at fara út í býin saman við tjóðveldiskvinnunum at tingast um eina samgonguavtalu merkir helst eisini, at Heðin Mortensen harvið eisini hevur uppgivið at gerast borgarstjóri aftur, tí sjálvandi fer Tjóðveldi eftir borgarstjórasessinum .

Javnaðarlistin fekk trý umboð í býráðið. Umframt Heðin Mortensen gjørdust tað kollfirðingurin Bergur Robert Dam Jensen og sitandi býráðslimurin Kristianna Winther Poulsen, ið fingu ávikavist 366 og 207 persónligar atkvøður. Kristianna fekk, tá samanum kom, bert tvær atkvøður fleiri enn Elin Heðinsdóttir Joensen.

Myndir frá valdegnum:

Kommunuval í Eydnuni á Oyrarbakka

Viðingar á vali

Á kommunuvali í Klaksvík

Tey fyrstu valt í Hoyvík

[object Object]

Hinir mugu bíða

Nú er tað ikki vist, at tjóðveldi og javnaðurin finna fram til eina semju í kvøld, og tí er tað eisini vist, at teir, ið eftir sita – tað eru bara menn, Kommunulistin, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Borgaralistin, fara at leggja seg í nátt við fult løddari telefonini nær oyranum, um onkur skuldi ringt.

Kommunulistin gjørdist triðstørstur á valinum við 2.283 atkvøðum, 16,9 prosentum og tveimum býráðslimum. Tveimum monnum, sum hetta valskeiðið hava umboðað javnaðarlistan í býráðnum, Tróndur Sigurðsson fekk 670 persónligar atkvøður og Kári Johansen 424.

Fólkaflokkurin varðveitti síni tvey umboð í býráðnum. Listi A fekk 1.899 atkvøður, svarandi til 14,1 prosent. Høgni Vilhelmsen gjørdist greiður vinnari við 490 atkvøðum, meðan sitandi býráðslimurin, Birgir Nielsen, fekk 236.

Sambandsflokkurin fekk ikki ta framgongdina, sum veljarakanningin hevði spátt. Listi B fekk 1.315 atkvøður, 9,8 prosent, og Annfinn Brekkstein varð afturvaldur við 406 persónligum atkvøðum.

Endiliga er tað Borgaralistin, sum fekk 1.156 atkvøður, 8,6 prosent, og ein valdan. Men tað gjørdist ikki stovnarin av listanum, Jóhann Simonsen, sum flest høvdu væntað. Hinvegin gjørdist tað bróður kenda javnaðarpolitikaran, Sjúrð Skaale, hann eitur Guttormur í Skála. Guttormur fekk 336 persónligar atkvøður, 18 atkvøður fleiri enn áðurnevndi Jóhann Simonsen.

Veljarakanning helt rímiliga væl

Framsókn missti sína umboðan í býráðnum. Listin fekk 692 atkvøður. Heldur ikki Miðflokkurin fekk umboðan. Flokkurin, ið annars ikki hevur stillað upp til býráðsval, fekk 247 atkvøður á kommunuvalinum hesaferð.

Venda vit aftur til veljarakanningina (Les: Tórshavnar býráð verður eitt kloddateppi), sum BlaðiðVikuskifti kunngjørdi 2. november, so kann staðfestast, at hon rakti rættiliga væl. Tá spáddu vit, at Tjóðveldið fór at fáa trý vald – tey fingu fýra og vit spáddu sambandinum tvey, tey fingu eitt. Hinar forsøgnirnar hildu.

Valúrslit á heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

4 Leygardagur 16. november 2024

Vildu hava Trónd Sigurðsson til borgarstjóra

Minnilutin skeyt á býráðsfundinum hósdagin upp, at Tróndur Sigurðsson skuldi vera borgarstjóri. Meirilutin feldi uppskotið

Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá nývalda býráðið í Tórshavnar kommunu skipaði seg á býráðsfundi hóskvøldið vóru tvey uppskot til borgarstjóra. Anfinn Brekkstein og minnilutin skutu Trónd Sigurðsson upp til borgarstjóra, meðan Heðin Mortensen og meirilutin skutu Elsu Berg upp.

Meirilutin feldi uppskotið um Trónd Sigurðsson. Elsa Berg varð vald sum borgarstjóra.

Heðin Mortensen er 1. varaborgarstjóri og Tróndur Sigurðsson er 2. varaborgarstjóri.

Meirilutin í Tórshavnar býráð eru Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin. Minnilutin er Fólkaflokkurin, Kommunulistin og Sambandsflokkurin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Elsa Berg verður 1. januar nýggjur borgarstjóri í Havn (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

5

Størv

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024
6 Leygardagur 16. november 2024

Høgni Vilhelmsen fekk 354 atkvøður á Argjum

Úrslitini fyri tey einstøku valstøðini í Tórshavnar kommunu eru nú almenn. Her sæst, at Fólkaflokkurin vann greitt á Argjum og Tjóðveldi í Hoyvík

Frá valkvøldinum. Høgni Vilhelmsen í miðjuni í samrøðu við javnaðarmenninar Heðin Mortensen og Berg Robert Dam Jensen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kommunurnar hava sínar kongar og drotningar, tá tað ræður um hvør skal stýra. Vit tosa um fólkini, sum fáa dygga undirtøku frá sínum borgarum. Súni í Hjøllum í Nes kommunu og Per Martin Gregersen eru dømi um kongar, og Eyð Ellingsgaard er dømi um drotning í Sørvágs kommunu.

Í Tórshavnar kommunu var trónuskifti, nú komandi borgarstjórin, Elsa Berg, fekk rættiliga nógv fleiri persónligar atkvøður enn Heðin Mortensen.

Men býarpartarnir og bygdirnar í Tórshavnar kommunu hava eisini sínar kongar og drotningar.

Tað sæst, nú fínteljingin í Tórshavnar kommunu er avgreidd, og úrslitini fyri tey ymsu valstøðini eru tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Fólkaflokkurin vann á Argjum

Her sæst til dømis, at Høgni Vilhelmsen á fólkaflokslistanum fekk heili 354 av sínum 491 atkvøðum á Argjum, har hann býr.

Fólkaflokkurin gjørdist eisini nógv størsti listi á Argjum 452 atkvøðum.

[object Object]
Kollfirðingar fingu tvey umboð í býráðið hesaferð: Anja Maria H. Weyhe og Bergur Robert D. Jensen (Savnsmynd)

C & E í Kollafirði

Í lokala valúrslitinum sæst eisini, at Bergur Robert Dam Jensen og Anja Maria Hammer Weyhe fingu so at siga allar atkvøðurnar í Kollafirði, ávikavist 317 av 365 og 239 av 370. Hinir listarnir fingu óvanliga fáar atkvøður í norðrastu bygdini í kommununi.

F í Nólsoy

Sama er galdandi í Nólsoy har Nicolaj Falck á listanum hjá Framsókn, ið ikki varð valdur, fekk 112 atkvøður. Tað er nógv meira enn floksfelagin Karlot Hergeirsson, fekk á løgtingsvalinum í 2022, og hann situr sum tingmaður í dag.

Hoyvíkingar velja Tjóðveldi

Hyggja vit nærri eftir nýggja valstaðnum í Tórshavnar kommunu, Hoyvík, síggja vit, at Tjóðveldi er nógv størst við 730 atkvøðum, meðan Kommunulistin fekk 494, Fólkaflokkurin 485 og Javnaðarlistin 408 atkvøður.

Her var Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum tó atkvøðuslúkurin við 194 persónligu atkvøðum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

7 Leygardagur 16. november 2024

Annika Steintórsdóttir verður varaborgarstjóri

Fýra flokkar fara í samgongu og halda vinnaran á valinum, fólkaflokslistan, uttanfyri. Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri

Savnsmynd av Anniku S. Biskopstø og Karl Johansen, sum koma at standa á odda fyri Klaksvíkar býráð komandi fýra árini
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrið um at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin, ið annars gjørdist stóri vinnarin á býráðsvalinum í Klaksvík, komu á mál mikudagin.

Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri, meðan Annika Steintórsdóttir Biskopstø, ið varð toppskorari á tjóðveldislistanum, verður varaborgarstjóri.

Sostatt fær Fólkaflokkurin ikki týðandi ávirkan í Klaksvíkar býráð, hóast listin gjørdist nógv størstur við fimm valdum og 39 prosentum at atkvøðunum.

Men hinir flokkarnir telja seks tilsamans, og kunnu harvið skipa smalan meiriluta.

Hesi vórðu vald í Klaksvíkar býráð.

Fólkaflokkurin 1.396 atkvøður:
Jógvan Skorheim 225
Oddmar á Lakjuni 182
Eyðstein Ó. Poulsen 179
Fríðin Ziskason 173
Atli S. Justinussen 163

Sambandsflokkurin 736 atkvøður:
Karl H. Johansen 355
Hermann R. Samuelsen 154

Javnaðarflokkurin 485 atkvøður:
Signhild V. Johannesen 233

Sjálvstýri 302 atkvøður:
Sylvia Thomsen 70

Tjóveldi 622 atkvøður:
Annika S. Biskopstø 200
Anfinn í Toft 170

Sí myndirnar frá uppteljingini í KÍ-høllini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

8 Leygardagur 16. november 2024

Oyndfirðingar varðveita umboðan í Runavíkar býráð

Jóhan Vest og Jonhard Danielsen gjørdust javnir í fínteljingini, og so mátti lutakast til millum hann og Jonhard Danielsen, sum valkvøldið stóð til at verða afturvaldur í býráðið, tapti lutakastið. Nú hevur løgreglan fingið eina klagu um valið í Oyndarfirði

Jóhan Vest. Valdur í býráðið eftir fínteljing og lutakast (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fínteljingin av valúrslitinum í Runavíkar kommunu førdi til, at úrslitið ikki gjørdist tað sama, sum á sjálvum valkvøldinum.

Týskvøldið gjørdist søldfirðingurin Jonhard Danielsen síðstvaldur á lista A, sum vann valið greitt.

Men dagin eftir var fínteljing, og hon koppaði úrslitinum, so at tað nú er oyndfirðingurin Jóhan Vest, sum verður nýggjur limir í Runavíkar býráð og ikki Jonhard Danielsen.

Á valkvøldinum stóð Jonhard Danielsen til at fáa 102 atkvøður, eina atkvøðu fleiri enn Jóhan Vest.

Men í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, so at bæði hann og Jóhan Vest endaðu við 101 atkvøðum

Tí mátti lutakast til at finna tann síðstvalda á listanum, og hetta lutakastið vann Jóhan Vest.

Harvið mistu oyndfirðingar ikki sína umboðan í Runavíkar býráð. Seinasta valskeið hevur Elin Klein Joensen sitið í býráðnum, men hon stillaði ikki upp hesaferð, og ístaðin kom Jóhan Vest á listan.

Hesi manna komandi býráðið í Runavík:

Listi A 1.742 atkvøður:
Tórbjørn Jacobsen 350
Tóri Højgaard 158
Sigrun Jónsveinsdóttir 128
Arnfinn Langgaard 113
John Andersen 113
Bogi Hansen 110
Terje B. Vestergaard 108
Jóhan Vest 102

Listi B 575 atkvøður:
Jógvan Andersen 174
Pauli Poulsen 130

Listi C 352 atkvøður
Petur Hansen 94

Kæra um valið í Oyndarfirði

Síðan er tað hent, at Jonhard Danielsen hevur kært valið í Oyndarfirði til løgregluna.

Á valkvøldinum fekk Jonhard Danielsen tríggjar atkvøður í Oyndarfirði, men á fínteljingini dagin eftir, vrakaði valnevndin ta einu atkvøðuna, so tað kom at standa javnt millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest.

Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði hevur greitt kringvarpinum frá, at tað á valkavøldinum var ein atkvøða til Jonhard Danielsen, sum var ivasom. Tey taldu hana við, men gjørdu vart við ta einu atkvøðuna, so valnevndin kundi taka avgerð um hana.

Undir fínteljingini varð hon so dømd ógyldug av vera.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

9 Leygardagur 16. november 2024

Eyðstein Zachariassen verður borgarstjóri í Sunda kommunu

Ikki semja í vinnandi listanum um at skipa meiriluta. Toppskorarin gjørdi tí avtalu við kvinnulistan saman við tveimum øðrum

Eyðstein Zachariassen í valstríði fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Semja er gjørd um skipan av komandi býráði í Sunda kommunu.

Listi C fekk reinan meiriluta á valinum við sjey valdum umboðum, meðan listi B – Kvinnulistin – fekk fýra umboð.

Men tað er ikki listi C, sum skipar komandi meirilutan í Sunda kommunu.

Á valinum hendi tað, at borgarstjórin, Jógvan Kruse einans fekk atkvøður nokk til at enda nummar trý á listanum, og gjørdist harvið fjórvaldi býráðslimurin.

Toppskorari gjørdist Eyðstein Zachariassen  við 168 persónligum atkvøðum, 69 fleiri enn sitandi borgarstjóri, og hann gjørdi greitt longu á valkvøldinum, at hann fer eftir borgarstjórasessinum.

Nú er listin so farin í tvíningar. Tí semjan, ið varð undirskrivað í gjár varð gjørd millum fær fýra á kvinnulistanum og trý av teimum valdu á lista C, og semjan ber eisini í sær, at Eyðstein Zachariassen verður borgarstjóri.

Hósdagin skipaði nýggja býráðið seg við Eyðstein Zachariassen sum borgarstjóra, og Jóhonnu Paulu við Streym, fyrstvaldu á kvinnulistanum, sum varaborgarstjóra.

Hesi manna komandi býráðið í Sunda kommunu:

Listi C 709 atkvøður:
Eyðstein Zachariassen 168
Marni Eyðolvsson Joensen 158
Jógvan Kruse 99
Hallgerð Hansen 75
Haraldur Símunarson Hammer 53
Rógvi Nybo 43
Trygvi Kallsoy 37

Listi B 439 atkvøður:
Jóhanna Paula við Streym 128
Lena Dam 82
Rakul Martinsdóttir Johansen 47
Ingibjørg Egholm 44

Eyðstein Zachariassen, sum verður borgarstjóri, stillaði upp fyri Fólkaflokkin á løgtingsvalinum í 2022. Hann gjørdist nummar 14 á listanum við 162 persónligum atkvøðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

10 Leygardagur 16. november 2024

Hava skipað seg í Nes kommunu

Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri. Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri

Ein fegin borgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóri vinnarin í Nes kommunu var sitandi borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sum fekk heilar 339 atkvøður, og hann heldur eisini fram sum borgarstjóri.

Nývalda samtykti á fundi hósdagin einmælt at skipa seg við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra og Atla F. Johansen sum varaborgarstjóra.

Soleiðis skipar býðráðið í Nes kommunu seg.

Fíggjarnevndin
Súni í Hjøllum, formaður
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, formaður
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Mentanarnevnd: 
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, forkvinna
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Johansen

Hesi sita í nýggja býráðnum í Nes kommunu

Listi A 824 atkvøður:
Súni í Hjøllum 339
Atli Fróði Johansen 89
Rannvá í Túni Petersen 73
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi 69
Henning Erhardsson Joensen 67
Høgni Hansen 61

Listi B 131 atkvøður:
Niels Jacob Nielsen 38


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

11 Leygardagur 16. november 2024

Sára Jógvansdóttir nýggjur borgarstjóri í Vestmanna

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna kommunu samtykti hóskvøldið einmælt at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarstjóra

Sára Jógvansdóttir (Privatmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggja bygdaráðið í Vestmanna kommunu hevur skipað seg.

Tað varð einmælt samtykt hóskvøldið, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarstjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Sára Jógvansdóttir varð fyrstvald á valinum týsdagin við 145 atkvøðum.

Sjey fólk sita í bygdarráðnum í Vestmanna. Á kommunuvalinum vóru vald Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted, Anja Haldansen, Karl A. Olsen, Pauli Magnussen, Jákup S. Jóhanesarson og Janus Atli Jensen.

[object Object]

Listi A 772 atkvøður
Sára Jógvansdóttir 145
Símin Jákup Højsted 138
Anja Haldansen 100
Karl A. Olsen 68
Pauli Magnussen 65
Jákup S. Jóanesarson 49
Janus Atli Jensen 43

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

12 Leygardagur 16. november 2024

Jógvan í Skorini tekur yvir aftur á Eiði

Semja er um at borgarstjóran í Eiðis kommunu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er nú greitt, at Jógvan í Skorini tekur við aftur sum borgarstjóri í Eiðis kommunu á nýggjárinum.

Maðurin, ið sat sum borgarstjóri í tvey valskeið frá 2013 til 2020 valdi ikki at stilla upp aftur fyri fýra árum síðani.

Men hesaferð stillaði hann uppaftur, og fekk 96 atkvøður á valinum í gjár og var fyrstvaldur á lista A, sum fekk fýra av sjey býráðslimum.

Mikudagin gjørdust valdu limirnir á listanum samdir um at velja mannin, ið fekk flestar atkvøður til borgarstjóra.

Sitandi borgarstjóri á Eiði, Annsy Høghamar, ið hevur sitið í sessinum síðan Rógvi Egilstoft legði frá sær, varð ikki afturvald á valinum í gjár.

Hesi sita í nýggja bygdaráðnum á Eiði

Listi A 283 atkvøður:
Jógvan í Skorini 96
Sigurður Eiriksson 51
Tove Kruse Samuelsen 29
Olaf Fríðheim 29

Listi B 238 atkvøður:
Tonny Snogebæk Kruse 46
Fróði Reinert Petersen 34
Kristian Martin Juul 33 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

13 Leygardagur 16. november 2024

Brøður stýra Sands kommunu

Kristian Oskar Henriksen er valdur til borgarstjóra og bróður hansara, Bjarki Henriksen, til varaborgarstjóra

Bjarki Henriksen og Kristian Oskar Henriksen (Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sands kommuna hevur skrivað søgu við at tveir brøður, brøðurnir á Heyggi, eru valdir í formansskapin, boðar kommunan frá.

Kristian Oskar Henriksen er valdur til borgarstjóra, og bróður hansara, Bjarki Henriksen, til varaborgarstjóra.

Nývalda bygdarráðið á Sandi skipaði seg við Kristian Oskar Henriksen sum borgarstjóra og Bjarka Henriksen sum varaborgarstjóra.

Brøðurnir báðir vóru fyrst- og næstvaldir á lista C sum vann valið á Sandi, og fekk fýra fólk í bygdarráðið listi A fekk 3 fólk.

Bygdaráðið í Sands kommunu er soleiðis mannað:

Listi A 183 atkvøður
Brandur Sandoy 47
Poul Klementsen 32
Hallur Jensen 19

Listi C 197 atkvøður
Kristian Oskar J. Henriksen 41
Bjarki Henriksen 34
Gunn Dania A. Sundstein 28
Rúni Winther 19

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

14 Leygardagur 16. november 2024

Marita Petersen á stórum málningi á Fólkatingi

Málningurin, sum varð avdúkaður týsdagin, heiðrar 30 kvinnur, sum hava havt stóran týdning fyri fólkastýri í danska ríkinum seinastu øldina – á málninginum sæst m.a. Marita Petersen, fyrsta løgkvinna og fyrsta løgtingsforkvinna í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2021 varð boðað frá, at Fólkatingið fór at heiðra 30 kvinnur, sum høvdu havt stóran týdning fyri fólkastýrið í danska ríkinum seinastu 100 árini, við einum stórum portrettmálningi, og í gjár varð málningurin avdúkaður á Christiansborg.

Millum kvinnurnar, sum eru avmyndaðar, er Marita Petersen, Føroya fyrsta løgkvinna, og fyrsta løgtingsforkvinna, og eisini var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í danska ríkinum.

[object Object]
(Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Fólkatingið)

[object Object]Uttast til vinstru sæst Marita Petersen (Mynd: Fólkatingið)

Málningurin eftir listakvinnuni Mie Mørkeberg, er 3 x 5 metrar til støddar, og skal hanga í Samrøðurúminum, sum er eitt av mest vitjaðu rúmunum í Fólkatinginum.

Málningurin varð avdúkaður á hátíðarhaldi týsdagin, har nógvar av avmyndaðu kvinnunum eisini vóru til staðar, skrivar heimasíðan hjá Fólkatinginum.

Nýggi málningurin hongur yvir kenda portrettinum hjá Herman Vedel av 30 monnum, sum fyrireika grundlógarbroytingina í 1915.

Yvirlit yvir kvinnurnar á myndini sæst her:

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

15 Leygardagur 16. november 2024

Jonhard Mikkelsen fingið kongaligan heiður

Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris er upp á 60.000 svenskar krónur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jonhard Mikkelsen forlagsstjóri í Vestmanna, hevur fingið Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris fyri sítt arbeiði við føroyskum máli, skrivar Vestmanna kommuna.

Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur við hesi grundgeving: 

“Bókaforleggjarin Jonhard Mikkelsen, Vestmanna, Føroyar fær heiðurin fyri stóra arbeiðið fyri føroyskum máli, bæði við útgávum av føroyskum upprunaverkum, týðingum til føroyskt mál og orðabókaútgávum”

Jonhard Mikkelsen, sum saman við konuni Maibritt og børnunum Jóannes og Sáru, júst er komin aftur av ferðini til Uppsala, fegnast um stórfingna heiðurin, verður sagt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

16 Leygardagur 16. november 2024

Ársins ferðavinnufólk, eldsál, og nýbrot kosin

Svein í Heiðunum frá Smyril Line var Ársins ferðavinnufólk, Mimmy Vágsheyg var Ársins eldsál, og Cafein á Mølini var Ársins nýbrot

(Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskifti varð ferðavinnustevna á Hotel Føroyum, og í hesum sambandi vórðu Ársins ferðavinnufólk, Ársins eldsál, og Ársins nýbrot kosin.

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Tey, sum vórðu heiðrað, vóru hesi:

Ársins ferðavinnufólk: Svein í Heiðunum frá Smyril Line

Grundgeving: Hann er altíð til reiðar. Við jaligari tilgongd miðar hann eftir at finna loysnir. Sum ein høgguslokkur megnar hann at loysa fleiri uppgávur í einum og er allastaðni á ferð. Hann er altíð klárur at taka hond um uppgávur. Tá avbjóðingar standa fyri framman, sær hann møguleikar heldur enn forðingar. Við heilt serligum evnum megnar hann at fáa tingini at ganga smidliga, uttan mun til hvørjar avbjóðingar eru. Hann tryggjar, at ferðafólk fáa bestu tænastuna og at alt er er væl skipað. Hann er kendur fyri síni evni innan sølu- og tænastu, og megnar sum fáur at skipa og stýra verkætlanum við nærlagni.

Ársins eldsál: Mimmy Vágsheyg, stovnari og stjóri á Kafé Fríðu

Grundgeving: Hon er sera dugnalig og ein sonn eldsál. Hon hevur sterka rødd og brennir fyri sínum yrki. Við ágrýtni og áhaldni strembar hon eftir at menna matstovuvinnuna. Hon er tænastusinnað, er við til at lyfta mat-upplivingina í sínum øki, og hon borgar fyri góðari góðsku. Í hugnaliga umhvørvinum í Klaksvík stendur hon fyri veruligum vertskapi og veitir gestum sínum eina mat-uppliving og storytelling í einum. Hon er arbeiðssom og skipar fyri tiltøkum, einum fyri og øðrum eftir, og strembar eftir tí lýtaleysa avrikinum.

Ársins nýbrot: Cafein á Mølini við Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen

Grundgeving: Tey eru áhaldandi, og eru við til at menna útboðið og hækka støðið í ferðavinnuni. Tey vóru eitt nýbrot frá fyrsta degi, og hava eina uppliving, sum nú lættliga kann røkkast av ferðafólki á umtókta ferðamálinum. Nýbrotið kann nú veruliga verða mett eftir sínum virði. Tey hava ment eitt tilboð, sum lívgar um heimstaðið og sum hevur gjørt ferðamálið meira livandi og atkomuligt. Tey eru vertir og móttøkutólið í oynni. Tey hava havt dirvi og viljan til áhaldandi at menna tilboðið. Tey hava vent eina staðbundna avbjóðing til eina staðbundna loysn, og úrslitið er eitt stað við fleiri møguleikum og betri atkomu. Sum vertir vóru tey klár tá tunnilin sá dagsins ljós, bæði ferðafólki og føroyingum til gagns.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

17 Leygardagur 16. november 2024

Finn Jakobsen farin frá sum stjóri í Magn

Christian Nagata, næstformaður í Pf. Magn, tekur við sum fyribilsstjóri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdag var avtala gjørd millum nevndina í Pf. Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fór úr starvi beinanvegin.

Fyribilsstjóri verður Christian Nagata, næstformaður í Pf. Magn. Christian hevur undan næstformanssessinum verið nevndarformaður í Magn frá 2006 til 2015, og áðrenn tað var hann fíggjarstjóri, og hevur sostatt drúgvar royndir og stórt innlit í felagið.

- At Christian hevur játtað at taka við sum fyribilsstjóri tryggjar ein stabiliet og framhaldandi rakstur, so at okkara kundar og starvsfólk merkja so lítið sum gjørligt til skiftið, sigur Jan Petersen nevndarformaðurí felagnum.

Magn fer nú undir tilgongdina at søkja eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við skjótast gjørligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2024

18 Leygardagur 16. november 2024

Hákun Steingrímsson fer frá sum stjóri í MBM

Felagsstevið sum var, er ikki meir, stendur í fráboðan frá Meginfelag Búnaðarmanna

Hákun Steingrímsson til vinstru (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Meginfelag Búnaðarmanna skal hava nýggjan stjóra.

Í fráboðan sigur felagið, at nevndin hevur gjørt fráfaringaravtalu við stjóran síðan 2012, Hákun Steingrímsson.

- Felagsstevið sum var, er ikki meir og tí fer felagið nú at leita eftir nýggjum stjóra, stendur í fráboðanini.

Setanartilgongdin byrjar beinanvegin. Karl á Høvdanum Andreasen er settur sum fyribils stjóri. Hákun Steingrímsson verður fyrstu tíðina ráðgevi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

19 Leygardagur 16. november 2024

Eldur í pisshúsinum á Vaglinum

Farna leygardag komu boð um eld á almenna vesinum á Vaglinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útrykningur var í Havn seinnapartin leygardagin. Eldur var í pisshúsinum, sum er undir jørð framman fyri ráðhúsið og við síðurnar av Hotel Tórshavn.

Løgreglan fekk boðini um eldin um trý tíðina seinnapartin. Eldslogarnir stóðu út úr pisshúsinum. Løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðnum, og eldurin varð sløktur tjúgu minuttir í fýra, upplýsti løgreglan.

Staðfest varð, at eldurin kyknaði í einari ruskspann, og seinni í vikuni upplýsti løgreglan, at alt bendir á, at eldurin er ásettur. Løgreglan kannar enn málið.

[object Object](Mynd: Ronnie Thomassen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

20 Leygardagur 16. november 2024

Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum

Nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi vísa, at bara ein fimtingur av elstu miðnásmsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hagstovan hevur leingi víst á døpur tøl um stóru og ungu fráflytingina úr Føroyum, og at bara helvtin av teimum kemur aftur higar. Hetta hevur stórar avleiðinginar bæði sosialt og fíggjarliga.

Nú vísa nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi, at støðan er ring.

Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í síðstu viku spurdi Finn Jensen, dekanur, miðnámsskúlanæmingarnar, hvar tey ætlaðu at taka sína hægri útbúgving. Yvir 550 ganga á seinasta ári á miðnámi, og 262 svaraðu spurninginum.

Bara 22 prosent svaraðu, at tey vildu taka sína útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær av landinum, nógv tann størsti parturin til Danmarkar.

Á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum vóru Setrið, Hægri nám, Yrkisdepilin og aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar umboðaðir. Har vóru eisini hægri lærustovnar úr mongum øðrum londum.

- Hetta eru sera døpur tøl, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

- Vit hava nógvar góðar útbúgvingar í Føroyum, bæði á Setrinum, á Hægri Námi, Vinnuháskúlanum o.s.v. Men vit síggja væl, hvar skógvurin trýstur mest. Tey útlendsku universitetini dyrgja eftir føroyskum ungum við góðum møguleikum fyri lestrarbýlum, og her eru Føroyar bara ikki kappingarførar. Ung vilja standa á egnum beinum, og tað er spell, at meginparturin av okkara ungu kennir seg noyddan at fara av landinum at gera tað, sigur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

21 Leygardagur 16. november 2024

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. oktober

Talan er um vøkstur á 0,6 prosent, ella 309 fólk, og tað er eitt sindur minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. oktober búðu 54.668 fólk í Føroyum, sum eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør, skrivar Hagstovan.

Talan er um vøkstur á 0,6 prosent sum er eitt sindur minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá hann var 0,8 prosent, ella 457 fólk.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, er vøksturin minkandi. Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina. Fólkavøksturin seinastu 12 mánaðirnar kom av einum burðaravlopi á 128 og eini nettoflyting á 181 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Burðaravlopið var minni, serliga, tí færri vóru fødd, og nettoflytingin var minni, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarnu tólv mánaðirnar, vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið, skrivar Hagstovan.

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar, Nes og Vága kommunum. Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Toftum.

Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Eiðis, Sunda, Vágs og Fuglafjarðar kommunur, har fólkatalið minkaði við um 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

22 Leygardagur 16. november 2024

Fekk stóra bót fyri ikki at halda loyvistreytirnar

Bilur við stórari last helt ikki treytirnar fyri koyriloyvinum - koyrdi gjøgnum Eysturoyartunnilin í meldurtíð

(Tilvildarlig mynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein bilførari og fyritøkan sum hann koyrir fyri, fingu í vikuni bót á ávikavist 3.000 og 10.000 krónur fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við tungum flutningi uttan loyvi.

Tað er soleiðis, at tá stórur flutningur, sum fer yvir eitt vist í hædd og breitt skal flytast eftir vegnum, skal biðjast um serligt loyvi til hetta frá løgregluni.

Vanliga verður loyvi givið, men í loyvinum eru ymsar treytir, millum annað, at tað ikki verður koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá mesta ferðsla er har – tað er millum kl. 7 og 9 á morgni og millum kl. 15 og 18 seinnapartin.

Men um 17-tíðina mánadagin fór ein bilur við eini stórar maskinu á einum vogni aftur úr sær, koyrandi gjøgnum tunnilin við kós móti Eysturoy. Hetta var greitt brot á treytirnar, sum vóru givnar til henda tunga flutningin.

Hetta elvdi til, at ein rættiliga long røð av bilum noyddist at koyra við rættiliga lágari ferð aftan á stóra bilinum.

Løgreglan stóð tí fyri bilinum tá bilurin kom út úr tunnlinum. Fyri ikki at hava hildið treytirnar fyri loyvinum, fær bilfærarin eina bót á 3.000 krónur, og felagið, sum eigur bilin skal eisini rinda bót – 10.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2024

23 Leygardagur 16. november 2024

Avtala um Familjutænastuna undirskrivað

Skal í eitt tríára royndarskeið rekast sum kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, saman við formansskapinum í Kommunufelagnum (Mynd: bumr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Familjudepilin undir Almannaverkinum, sum hevur verið óvirkin síðani januar 2022, verður nú skipaður av nýggjum í broyttum líki undir heitinum Familjutænastan. 

Hesum boðar Barna- og útbúgvingarmálaráðið frá.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og formansskapurin í Kommunufelagnum, borgarstjórarnir Tórbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, hava undirskrivað avtalu um Familjutænastuna, sum í eitt tríára royndarskeið skal rekast sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum. 

Talan er um eina nýggja samskapaða loysn, sum er ment innan karmarnar av Barnaverkætlanini, har lands- og kommunalir myndugleikar á barnaverndarøkinum hava virkað saman fyri at finna eina nýggja loysn fyri at røkka endamálinum.

Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. Tænastan skal bjóða fram familjuviðgerð, har møguleiki bæði er fyri døgn- og dagviðgerð inni á Familjutænastuni og úti í heimunum.  
Fíggingin frá landinum verður eftir ætlan 4 milliónir krónur um árið, sum er  sama upphædd, sum Familjudepilin hjá Almannaverkinum nýtti til samdøgurstilboðið. Afturat hesum verður eitt brúkaragjald frá kommunalu barnaverndartænastunum til at keypa tænastur frá Familjutænastuni. Ætlanin er at hava eitt tætt samstarv millum partarnar, soleiðis at fyribyrgjandi málið verður rokkið.

Familjutænastan kemur at verða knýtt at Barnaverndarstovuni undir Kommunufelagnum, og kemur í mest møguligan mun at brúka royndir og førleikar, sum eru har. Søkt er eftir leiðara til Familjutænastuna, og Kommunufelagið finnur hóskandi høli til virksemið.

Miðað verður ímóti at lata Familjutænastuna upp 1. januar 2025. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2024

24 Leygardagur 16. november 2024

Frítt Val vann Pigeprisen 2024

Hendan virðislønin er til tykkum, sum hava tikið abort í Føroyum, sigur Frítt Val

Umboð fyri nevndina í Fríum vali, Barbara Gaardlykke Apol, Annika Klæmintsdóttir Olsen, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban og Sigrið Mohr Leivsdóttir (Mynd: Emil Basse)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Felagsskapurin Frítt Val vann hóskvøldið sonevnda Pigeprisen 2024 hjá PlanBørnefonden.

Frítt Val arbeiðir fyri abortrættindum í Føroyum, og seinasta mánaðin hevur tað borið til at atkvøtt.

- Vit hava nærum ikki orð at lýsa okkara takksemi fyri stuðul tykkara, og aftaná at lógaruppskotið fall, hava vit nú aftur fingið orku, íblástur og ágrýtni at halda fram við arbeiði okkara fyri at geva føroysku kvinnuni atgongd til trygga abort, sigur felgasskapurin.

- Hendan virðislønin er til tykkum, sum hava tikið abort í Føroyum. Tykkum, sum hava verið noydd at ferðast av landinum. Til tykkum, sum hava verið noydd at gevast at berjast, tí tit fingu eitt nei frá skipanini. Hendan virðislønin er til tykkum, og hon vísir, at vit ikki berjast einsamøll. Vit halda áfram at berjast, til vit koma á mál, siga tey.

Um tilnevningina bleiv sent soleiðis:

– Felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur til Pigeprisen 2024 fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum og teirra arbeiði við at broyta abortlógina, so at kvinnan eigir valið. Síðani 2018 hevur Frítt Val birt undir kjakið um abort, sum hevur givið fleiri gentum og kvinnum møguleikan at standa fram, og fortelja teirra søgu, um tær avleiðingar tær uppliva í eini óynsktari viðgongu, tá lógin foðrar teimum at taka abort.

Heiðurslønin er 20.000 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

25 Leygardagur 16. november 2024

Nýggj jólaakvavitt frá Føroya Bjór

Tað verður hildið loyniligt hvørjar urtir eru í, men tær eru føroyskar og jólaløgurin er væl egnaður til sild, turran fisk og ræst kjøt verður sagt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Bjór hevur aftur hesi jólini eina spennandi og nýggja framleiðslu.

Hetta er ein jólaakvavitt, og tað sum er sermerkt við henni er, at hon hevur eina drúgva lagring ella búning í eikitræðsføtum, sum gevur ein sermerktan smakk til løgin.

Eisini hevur Annika Waag fleiri spennandi føroyskar urtir við – hvørjar hesar eru, eru – júst sum við Jägermeister – eitt loyndarmál sum smakkarin sjálvur má royna at gita.  

Jólaakvavittin smakkar av akvavitt, og er ætlað til sildarættir, turran fisk, ræst kjøt osfr., meðan kendi Jólasnapsurin er mera rundur og kann njótast einsamallur og er eisini óførur at lata út í gløgg.

Bæði Jóla-akvavittin og Jólasnapsurin fáast í Rúsuni og á flestu matstovum og skeinkistøðum. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

26 Leygardagur 16. november 2024

15 smáttur niðri á Tjørn í Vágum

Herfyri var ein avtala undirskrivað um leiguøki niðri á Tjørn í Miðvági, har ætlanin er at byggja 15 smáttur til ferðavinnuendamál

(Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna hósdag varð ein avtala undirskrivað við smápartafelagið 04.10.2024 um leiguøki niðri á Tjørn í Miðvági, har ætlanin er at byggja 15 smáttur til ferðavinnuendamál.

Økið er 8.853 fermetrar, skrivar Vága kommuna.

– Vaksandi ferðavinnan eftirspyr góðar gistingamøguleikar og gisting sum brýtur frá tí vanliga. Náttúruvakra økið niðri við Tjørn, við útsýni oman á Leitisvatn og út á Trælanípu, verður partvíst ein perla við vøkrum stílfullum smáttum sum fella inn í landslagið. Smátturnar verða bygdar við føroyskum byggilistarligum dygdum, sum byggja á traditiónsríka føroyska byggilist, sum skulu fáa smátturnar at falla natúrliga inn í landslagið og skapa eina kenslu av friði og ró fyri gestirnar.

– Hendan verkætlanin passar væl til ta strategi kommunan hevur tá tað ræður um ferðavinnu. Ein verkætlen sum hendan er sosialt-, búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygg. Lokalt fer verkætlanin at geva eitt íkast til trivnaðin og fer at geva nógv avleitt virksemi, sum gevur eitt gott fíggjarligt íkast til kommununa.

Stórur dentur verður lagdur á at tað ikki verður gjørt ov stórt inntriv á umhvørvið við niðri á Tjørn, skrivar kommunan.

Økið verður skipað við gøtum heldur enn vegum, men ein vegur og gøta verða, sum samstundis fer at leiða ferðsluna út í Nípu, heldir enn niðan eftir Hornavegnum.

Eitt grundøki til handils- og skrivstovuvirksemi niðri á Tjørn er eisini sett til sølu, og eitt tilboð er komið inn um at skipa handilsvirksemi á økinum, sum er 5.809 fermetrar.

Innkomna tilboðið verður viðgjørt á næsta fíggjarnevndar- og býráðsfundi, áðrenn endalig støða verður tikin til søluna, skrivar Vága kommuna.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

27 Leygardagur 16. november 2024

Hátíðarhald í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla

Farna fríggjadag varð skipað fyri hátíðarhaldi í Sankta Frans skúla

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag var samkoma í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið. Á skránni vóru røður og eisini framførdu næmingar úr Sankta Frans skúla.

Við nýggju hádeildini fevnir skúlatilboðið í Sankta Frans skúla nú um næmingar úr forskúla til og við 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Nýggi bygningurin hevur seks skúlastovur, eina nýmótans alis- og evnafrøðisstovu og eitt samantvinnað bókasavn og felagsøki.

Harafturat eru tvey bólkarúm, serrúm til Gigni, Rásina og til bólkaarbeiði. Heiðrikur á Heygum skal listprýða miðhølið í skúlanum við søguni um Guttorm í Múla. Ein mynd er komin niðan í skúlan og ætlanin er, at øll listaverkætlanin er liðug seinni í ár, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í februar í 2022, at skúlatilboðið í Sankta Frans skúla skuldi víðkast, og hálvan august í ár kundu 88 næmingar byrja á nýggju hádeildini.

Pláss er tó fyri 150 næmingum og millum 12 og 14 starvsfólkum, so møguleikar eru hjá hádeildini at vaksa munandi innanfyri verandi karmar, vísti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen á í røðu sínari.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

28 Leygardagur 16. november 2024

Skótahjálpin savnaði inn 209.549 krónur

Hjálpin í ár fer til Beran og til at byggja skúla í fjarskotnari bygd í Liberia

Berin, ið veitir hjálp og stuðul til børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin, fær 80.000 krónur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á lítlari samkomu fríggjadagin varð handan í sambandi við, at Skótahjálpin 2024 er avgreidd.

Eins og vanligt stuðlaði Skótahjálpin einari føroyskari verkætlan og einari útlendskari, og felagsskapirnir, sum hesaferð fingu pening úr Skótahjálpini, vóru Berin og Mirjam felagsskapurin.

Á Skótahjálpini í ár savnaðu skótar kring alt landið inn 209.549 krónur, og av teimum fingu verkætlanirnar hjá Beranum og Mirjam felagsskapinum 80.000 krónur í part. Restin av peninginum fór í grunn, sum Skótahjálpin umsitur.

Handanin varð hildin í hølunum hjá Beranum í Havn, og til staðar at taka ímóti vóru Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, og Krista Hvannastein, Jóhannes Johannesen og Anne Sophie Nordendahl fyri Mirjam felagsskapin.

Saman við formanninum og stýrisliminum í Skótahjálpini, Símuni Michael Sørensen og Steinbirni V. Olsen, vóru eisini fýra skótar, sum allir høvdu luttikið á skótahjálpini, komnir at handa kekkarnar báðar. Ein teirra var Viggo, ið sjálvur hevði biðið um at sleppa at handa Beranum kekkin, tí hann hevði havt gott av at ganga hjá Beranum, tá hann brádliga misti mammu sína í fjør.

Animatiónsfilm til Beran

Berin er felagsskapur, hvørs endamál er at veita fakkønan stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, umframt foreldur, sum hava mist børn.

Verkætlanin hjá Beranum hevur til endamáls at lata úr hondum ein animatiónsfilm, sum skal brúkast í teirra arbeiði. Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum.

Børn og ung, sum eru knýtt at Beranum, fáa beinleiðis gagn av filminum, sum verður brúktur til bólkaundirvísing og einstaklingasamrøður í Beranum. Harumframt er ætlanin, at filmurin verður brúktur sum undirvísingartilfar, tá Berin hevur framløgur á skúlum og stovnum.

[object Object]
Felagsskapurin Mirjam fær 80.000 krónur

Skúli til fjarskotna bygd í Liberia

Mirjam felagsskapurin er diakonalur felagsskapur, sum virkar fyri kvinnuíverksetan í Liberia og Kenja, og verkætlanin hjá Mirjam felagsskapinum hevur til endamáls at seta á stovn barnaskúla í James Village í Liberia.

James Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúli er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg. Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at fáa ein lærara til bygdina, sum kann undirvísa børnunum. Eisini er ætlanin, at verkætlanin skal tryggja børnunum skúlabøkur, skúlaklæðir og eina máltíð um dagin, soleiðis at tey hava neyðugu fortreytirnar fyri at læra. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

29 Leygardagur 16. november 2024

Jólatræið í Vági tikið niður

Í 2022 gróðursetti Vágs kommuna eitt stórt granntræ í Vági. Endamálið var burðardygd – at sleppa undan at keypa eitt stórt felt granntræ til jólahøgtíðina og samstundis fríðka um økið. Nú verður træið tikið niður vegna sjúku

Granntræið var gróðursett Í 2022 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta var ein liður í verkætlanini Burðardygg býarfríðkan, sum byrjaði í 2022.

Verkætlanin hevði fokus á at betra um grønu økini í kommununi – bæði við dagføring av verandi økjum og við at skapa nýggj. Sum partur av hesi verkætlan varð eitt 6 metrar høgt Abies Nordmanniana granntræ gróðursett á minnisvarðaøkinum. Træið var hugsað sum eitt “livandi jólatræ” og fekk nógva jaliga umtalu. Tað varð eisini eitt samtaluevni millum borgarar, tá tað varð plantað.

Granntræið hevur verið miðdepil í jólahaldinum hjá kommununi í tvey ár og hevur verið til stóra gleði fyri bæði børn og vaksin. Fyrsta árið stóð træið seg væl, men síðsta árið hevur tað stríðst. Gartnarin hjá kommununi hevur roynt at bjarga trænum, men eftir at hava ráðført seg við fakfólk varð staðfest, at træið er ov sjúkt til at kunna bjargast.

Hósdagin varð træið tí felt.

Í ár verður eitt stórt felt jólatræ sett upp á minnisvarðaøkinum, eins og tað varð gjørt áður. Í komandi ári ætlar kommunan tó at gróðurseta eitt nýtt granntræ á staðnum – eitt, sum kann verða nýtt sum jólatræ í framtíðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

30 Leygardagur 16. november 2024

Níggju heilsuhjálparar fingu prógv

Prógvhandan var á Heilsuskúla Føroya í vikuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin fingu níggju heilsuhjálparar prógv á Heilsuskúla Føroya. Úbúgvingin tekur 15 mánaðir. Starvasvenjing er tvær ferðir í tríggjar mánaðir.

Aftast frá vinstru: Linda Christophersen, Sandavágur, Ann Vejlstrup Thomasen, Hvannasund, Jacoba Poulsen í Homrum, Lopra, Akiko Waagstein, Kvívík og Ruth Midjord Berg, Hvalba.

Fremst frá vinstru: Thala Ann Venned, Klaksvík, Jóna Veronika Bech, Lopra, Ásgerð Leona Nilssen, Vágur og Ann-Mari Falkvard, Sandavágur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

31 Leygardagur 16. november 2024

Seks starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu hjá Tvøroyrar kommunu

Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku í ítróttardeplinum í Trongisvági, har borgarstjórin takkaði starvsfólkunum, sum øll hava starvast millum 15 og 40 ár hjá kommununi

Aftast, frá v. Martin Øster, Birgir Dimon, Kristin Michelsen, Anfinn H. Leo. Fremst frá v. Óluva Joensen, Joan Eidesgaard, Eyðvør Jacobsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin skipaði Tvøroyrar kommuna fyri móttøku í kantinuni í Ítróttardeplinum í Trongisvági í sambandi við, at seks starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu hjá kommununi.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, takkaði starvsfólkunum fyri teirra trúgvu og góðu tænastu hesi seinastu, mongu árini, og starvsfólkini fingu handað gávukurv og gávukekk, skrivar kommunan.

Tey, sum vórðu heiðrað, vóru:

  • Joan Eidesgaard, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
  • Eyðvør Jacobsen, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
  • Martin Øster, starvast 20 ár sum húsavørður í Trongisvágs- og Tvøroyrar Skúla.
  • Anfinn H. Leo, sløkkiliðsmaður í 20 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
  • Birgir Dimon, sløkkiliðsmaður í 40 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
  • Óluva Joensen, undirvíst í veving í 40 ár hjá Tvøroyrar kvøld- og frítíðarskúla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2024

32 Leygardagur 16. november 2024

Kendur føroyskur sangur á heimsferð

"Tað kundi verið eg" er týddur til enskt, og børn úr trimum ymiskum heimspørtum syngja

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag klokkan 15 verður framsýning av What if it were me. 

Tá sleppa fyri fyrstu ferð børn í fleiri ymiskum londum at hoyra og síggja seg sjálvan í einum nýggjum videolagi, sum er sungið inn og filmað í Kosta Rika, Kenja, Litavia og í Føroyum. 

Steintór Rasmussen gjørdi sangin "Tað kundi verið eg" í sambandi við eina Reyða Kross landsinnsavning fyri júst fýra árum síðani. Lagið fekk eina hjartaliga móttøku og varð í 2022 av Kringvarpi Føroya kosið at verða ársins hitt.

Lena Andersen hevur síðani týtt orðini til enskt, sum nú børn úr trimum ymiskum heimspørtum syngja.

Tað eru Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, sum hava filmað í Afrika, Miðamerika, Eysturevropa og her í Føroyum. Og sjálv hava tey klipt og sett saman videolagið.

Síggj og hoyr videolagið her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

33 Leygardagur 16. november 2024

Enskur heiður til Jógvan Isaksen

Vinnur Petrona virðislønina fyri enskmæltu krimiskaldsøguna "Dead Man Dancing", ið Marita Thomsen hevur týtt til enskt. Talan er um bókina, "Deydningar dansa á sandi", sum kom út á føroyskum í 2011

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski rithøvundurin Jógvan Isaksen fær ársins Petrona virðisløn fyri bestu norðurlendsku krimiskaldsøgu, týtt til enskt í 2023.

Tað kunnger The Petrona Award í dag. Jógvan fær virðislønina fyri krimiskaldsøguna “Deydningar dansa á Sandi” frá 2011, sum í ensku týðingini hjá Maritu Thomsen hevur fingið heitið “Dead Men Dancing”. Fyrsta skaldsøgan á enskum var “Krossmessa” við enska heitinum “Walpurgis Tide”. Í báðum førum er tað Norvik Press, sum hevur givið út ensku týðingina.

“Dead men Dancing” er ein Hannis Martinsson-søga, sum snýr seg um, at ein deyður maður verður funnin í sjóvarmálanum, og hetta skapar óró í lokalsamfelagnum. Hetta er bert onnur skaldsøgan hjá Jógvani Isaksen, ið er týdd til enskt. Fyrsta skaldsøgan á enskum var “Krossmessa” við enska heitinum “Walpurgis Tide”. Í báðum førum er tað Norvik Press, sum hevur givið út ensku týðingina.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin millum annað, at hon er hugtikin av, hvussu staðsetingin gerst ein integreraður partur av søgugongdini, og hvussu náttúruvakurleikin í Føroyum virkar sum spegilsmynd av tankum og gerðum hjá persónunum í skaldsøguni.

Hannis Martinsson, høvuðspersónurin í søguni, verður sammettur við norska krimifigurin Varg Veum hjá Gunnar Staalesen.

Dómsnevndin er eisini hugtikin av týðingini hjá Maritu Thomsen, og sammetir hana við skotska málførið. Týðingin verður eisini løgd sum grund fyri at heiðra hesi bókini, verður sagt.

The Petrona Award er ein ensk bókmentavirðisløn, ið heiðrar serliga norðurlendskan krimi-skaldskap. Norðurlendskar krimi-søgur eru ein serstøk sjangra innan bókmentir. Virðislønin er stovnað til heiðurs fyri Maxine Clark, sum var ein íðin ummælari av norðurlendskum krimisøgum. Maxine Clark, sum doyði í 2012, skrivaði síni ummæli á ein blogg kallaður Petrona.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

34 Leygardagur 16. november 2024

Silja Strøm sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður sunnudagin 17. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 17. november letur upp listaframsýning við nýggjum verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

– Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.

Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður sunnudagin 17. november klokkan 15.
Hilmar Høgenni kemur at røða, og Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Sámal Lindenskov syrgja fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit, umframt at tað verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna sjálva.

Framsýningin hongur uppi fram til 10. desember.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

35 Leygardagur 16. november 2024

Fornt – nýggj barnaskaldsøga eftir Elina á Rógvi

Upprunaføroyska skaldsøgan “Fornt” snýr seg um eitt telduspæl, ein tykisheim, har ein kann jagstra sagnarverur í Føroyum

Elin á Rógvi (Mynd: Annika Dalsgaard)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í august í ár fekk Elin á Rógvi, rithøvundur og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya, Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar.

Nú er hon til reiðar við nýggjari skaldsøgu fyri børn, ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum. Leygardagin kl. 11 verður bókin løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps.

“Fornt” er eitt telduspæl. Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungum úr øllum heiminum. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera …

Fornt er ein spennandi søga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir.

Silja Eystberg hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Málbólkurin er børn 10-12 ár.

Á Bókadøgum um vikuskiftið verður útgávutiltak, har Elin í samrøðu við Eilen Anthoniussen, samskipara fyri Føroyar lesa, fer at leggja bókina fram og práta um virtuellar felagsskapir og um at skriva spennandi bøkur til børn. Tiltakið verður í dag kl. 11 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps. Bókin fæst í bókahandlunum kring landið í næstu viku. Tiltakið er alment og ókeypis! 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2024

36 Leygardagur 16. november 2024

Søgan um handlarnar givin út

Bókin "Søgan um handlarnar", sum Helgi Jacobsen hevur skrivað eftir umbøn frá Handilsvinnufelagnum, varð løgd fram í Vinnuhúsinum í vikuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kennur tú søguna um fyrsta kjøthandilin, hattahandilin hjá Minu Mortensen Wilhelm, havnakioskina hjá Bil-Óla, kioskina hjá Kathrinu Ziska, SMS og stóru heilsølurnar?

Hetta eru bert nakrar av teimum fyritøkunum, ið verða viðgjørdar í nýggju bókini sum Handilsvinnufelagið gevur út.

Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bókina eftir umbøn frá Handilsvinnufelagnum. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum kring landið.

[object Object]

Handilssøgan byrjar við at lýsa umstøðurnar undir einahandlinum og broytingina, eftir at fríhandil kom 1. januar 1856, tá ið vit fingu nakrar stórar meginhandlar og sum frá leið eina rúgvu av atknýttum bygdahandlum. Nærum allir teir fyrstu handlarnir vóru grundaðir á fiskakeyp og fiskaturking og eitt nú troyggjur, men teir seldu sjálvandi eisini vanligar neyðsynjarvørur.

Talið á handlum vaks, so hvørt pengar komu í umfar, samstundis sum mynstrið og vøruúrvalið gjørdist fjølbroyttari. Eitt skifti frá umleið 1890 til umleið 1920 høvdu fleiri handlar bæði vinnuliga fiskaturking og vanliga smásølu. So líðandi løgdust handlar aftrat, ið loystu seg frá fiskivinnuni, og sum á ymsan hátt nøktaðu tørvin hjá fólki at útvega sær vørur. Umframt matvøruhandlar fingu vit eitt nú bakarí, skóbúðir, klædnahandlar, bókahandlar, blómuhandlar, møblahandlar, tubbakshandlar og sápuhús.

Tá ið handlar sum frá leið loystu seg frá teimum stóru meginhandlunum, fingu vit í eitt hundrað ára skeið eina rúgvu av smáum og miðalstórum handlum. Men seinastu 30 árini er ein miðsavning farin fram, og talið á smáhandlum er støðugt minkað. Í 2024 hava vit á sama hátt sum fyri 150 árum síðani fýra-fimm stórar meginhandlar, sum á ymiskan hátt hava sínar "úthandlar" ella samstarvsdeildir í bygdunum kring landið.

Helgi Jacobsen lýsir fleiri ymisk tíðarrák í handilssøguni. Ein broyting hendi, tá Føroya Keypmannafelag varð stovnað í 1912, tí ógreiða var millum føroyskar reiðarar um eina vrakaralóg, sum Løgtingið hevði samtykt. Nakrir av fremstu handilsmonnunum komu saman í tinghúsinum 9. mai 1912 at umrøða tey ivamál, ið nýggja lógin reisti. Amtmaðurin skeyt upp at stovna eitt keypmannafelag. Hesum var undirtøka fyri, og Føroya Keypmannafelag var stovnað sama dag.

Tað var somuleiðis ávirkan uttanífrá, ið førdi til, at Havnar Detailhandlarafelag varð stovnað í 1932. Handilsmenn kendu seg hóttar av nýstovnaðum keypssamtøkum – brúksfeløgum. Óttin var serliga í Havn, har tvey slík samtøk vóru stovnað í 1932, Brugsforeningen Baldur og Brúksfelagið Samvirkið.

Í viðtøkunum hjá Havnar Detailhandlarafelag stendur, at felagið umboðaði trý sløg av handlum: matvøruhandlar, klædnahandlar og í triðja lagi aðrar handlar. Aðrir handlar vóru eitt nú búnýtishandlar, málingahandlar og bókahandlar. Av tí at Detailhandlarafelagið er grundarlag fyri bókini, eru tað mest hesir handlarnir, ið eru umrøddir. Annars ber til at siga, at stórt sæð alt innan handilsskap verður umrøtt í bókini.

Søgan um handlarnar er 335 síður við 290 myndum. Eisini er hentur leitorðalisti aftast í bókini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

37 Leygardagur 16. november 2024

Faroe Music Export atknýttan limaskap í norðurlendskum samstarvi

NOMEX og Faroe Music Export (FMX) frøast um, at FMX nú hevur fingið atknýttan limaskap í norðurlendska tónleikaútflutningssamstarvinum NOMEX

Umboð fyri norðurlendsku tónleikaútflutningsfeløgini hittust í Reykjavík herfyri. Fv. Jesper Thorsson frá Music Export Sweden, Carolina Echeverri frá Music Export Denmark, Mikko Manninen frá Music Finland, Tone Østerdal frá Music Norway, Glenn Larsen frá Faroe Music Export og María Rut Reynisdóttir, frá Iceland Music
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í 2012 stovnaðu tær fimm tónleikaútflutningsstovurnar í norðurlondum - Music Norway, Export Music Sweden, Music Export Denmark, Music Finland og Iceland Music - tónleikaútflutningssamstarvið NOMEX (Nordic Music Export Programme).

Tónleikaútflutningsstovurnar samdust um at arbeiða saman um at fremja vøkstur og menning av norðurlendskum tónleiki gjøgnum miðlan og altjóða marknaðarføring, umframt at veita annan stuðul til tónlistafólk. Gjøgnum verkætlanir í og uttanfyri norðurlond roynir NOMEX at umboða kjarnin í norðurlendskum tónleiki. Meirvirðið, ið kemur burtur úr hesum samstarvi, ger seg alt meira galdandi innan altjóða tónleikaídnaðin.

[object Object]
 
Faroe Music Export (FMX) er fyrsti atknýtti limurin í NOMEX. Føroyska tónleikaútflutningsstovan arbeiðir á føroyska tónleikapallinum við at stuðla og gera tað lættari fyri føroyska tónlist tvørtur um allar sjangur at røkka út um landoddarnar. Endamálið er at menna verksetan innan tónlist og skapa møguleikar fyri føroysk tónlistafólk og samstarvspartar teirra bæði heima í Føroyum og uttanlands. 

- Hóast Føroyar eru eitt lítið land, hevur tónleikaídnaðurin veruliga lagt merki til menning okkara á altjóða tónleikapallinum, síðani FMX varð stovnað í 2019.

- Atknýtti limaskapurin í NOMEX kennist sum náttúrliga næsta stigið, og tíðin er heilt tann rætta. Eg eri sannførdur um, at samstarvið við NOMEX fer at hava ómetaligt gagnvirði. Hin vegin hevur FMX eisini skyldu til at vera ein virðisskapandi limur, ið leggur sítt ískoyti av vitan, netverkum og royndum á borðið - og haraftrat, men ikki minst ein frálíkan og skjótt vaksandi tónleikapall, sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX.  

- Júst sum Ísland eru Føroyar ein lítil og einastandandi tónleikamarknaður við sera dugnaligum talentum, men har lokali tónleikaídnaðurin er øgiliga avmarkaður. Ísland hevur verið limur í NOMEX frá byrjan, og vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur at vera partur av einum netverki, har tað er gjørligt at samstarva um umráðandi verkætlanir tvørtur um landamørk og deila vitan og royndir við okkara samstarvspartar í norðurlondum. Vit halda, at NOMEX er heppið at hava fingið FMX við umborð, og vit síggja fram til okkara samstarv í framtíðini!, sigur María Rut Reynisdóttir, stjóri í Iceland Music í tíðindaskrivi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

38 Leygardagur 16. november 2024

Watson: Fongslingin longd til 2. desember

Kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin harmast um, at hann ikki sleppur at halda jól við børnum sínum

Watson á veg inn í rættin í Nuuk (Mynd: Leif Josefsen / Sermitsiaq)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fongslingin av Paul Watson er longd til 2. desember. 73 ára gamli kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin var mikudagin aftur í rættinum í Nuuk, har varðhaldsfongslingin av honum enn einaferð varð longd.

Á rættarfundinum upplýsti ákærin, at tey framvegis bíða eftir, at løgmálaráðið í Keypmannahavn skal taka støðu til, um Paul Watson skal latast Japan.

Enn einaferð royndi verjin hjá Watson at grundgeva fyri, at Watson eigur at verða leyslatin, tí at tað ikki er ‘proportionalitetur’ millum lógarbrotað, hann er undir illgruna fyri og fongslingina.

Watson sjálvur fekk eisini høvi til at koma við viðmerkingum í rættinum. Hann vísti á, at tað er láturligt at hann skal verða dømdur fyri eina hending í 2014 har ongin kom til skaða, og vísti eisini á, at japanska hvalaveiðan er ólóglig.

Og so harmaðist hann eisini um, at danska rættarverkið ætlar at forða honum í at kunna vera saman við børnum sínum á jólum, skrivar Sermitsiaq. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2024

39 Leygardagur 16. november 2024

Biden ov seinur at fara úr valstríðnum

Tað kundi kanska gingið øðrvísi hjá Demokratunum á forsetavalinum, um Biden tók seg úr valstríðnum fyrr, og skipað varð fyri nýggjum undanvali, heldur fyrrverandi demokratiski leiðarin í Umboðsmannatingum, Nancy Pelosi

Nancy Pelosi, fyrrverandi demokratiskur leiðari í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað gjørdist ein greiður sigur til Trump og republikanarar á amerikanska forsetavalinum 5. november, men tað kundi kanska gingið øðrvísi hjá Demokratunum, um sitandi forsetin, Joe Biden hevði tikið seg úr valstríðnum tíðliga.

Tað sigur Nancy Pelosi, fyrrverandi demokratiskur leiðari í Umboðsfólkatinginum.

Tað var í juli, at Biden tók seg úr valstríðnum, men tá vóru bert tríggir mánaðir til valið.

– Um forsetin var farin fyrr, kundu onnur valevni luttikið í kappingini, sigur Pelosi í samrøðu við New York Times.

Fyrrverandi leiðarin í Umboðsfólkatinginum sigur eisini, at hon hevði væntað, at demokratar høvdu valt eina meira opna tilgongd, tá eitt nýtt forsetavalevni skuldi finnast fyri Biden, men tað bleiv næstan ógjørligt, tá Biden peikaði á varaforsetan, Kamala Harris.

– Kamala kundi havt klárað seg væl (í einum nýggjum undanvali, red.), og hevði hon kunnað staðið sterkari, men tað vita vit ikki (...) Av tí at forsetin peikaði á Kamala Harris beinanvegin, bleiv tað nærum ógjørligt at hava eitt undanval tá. Var tað hent fyrr, hevði tað verið øðrvísi, sigur Nancy Pelosi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

40 Leygardagur 16. november 2024

Eysturlund fær ikki loyvi í verandi líki

- Tað er ikki heimild at veita loyvi til ætlaðu verkætlanina. Loyvi at framleiða 100 MW el úr vindi, útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað framleiðsluloyvi kann latast.

Margit Stórá, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum: - Tað er SEV, sum eigur og rekur samhaldsfasta elkervið í landinum. Skal hetta broytast, mugu lógarbroytingar gerast, og helst mugu samráðingar takast upp við kommunurnar og SEV hesum viðvíkjandi (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann. Hann spurdi, um ætlanin er at geva loyvi til Eysturlund og nær.

Sambært svarinum verður loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Glyvrafjall boðið alment út longu komandi ár, og tá er talan um 25 MW heldur enn um tey 100 MW, sum Eysturlund fevnir um.

Landsstýriskvinnan vísir  annars í svarinum á, at tað hevur stóran týdning at fáa framt grøna orkuskiftið skjótt og væl innan teir geirar, sum geva størst samfelagsgagn uttan at seta samhaldsføstu el-skipanina í váða.

- Møguliga er tíðin eisini búgvin til, at nýggj tvørgangandi samstørv verða skipað millum almenna og privata geiran fyri at skunda undir orkuskiftið og orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum. Hetta er vert at kanna nærri, so støða eisini kann takast til, hvussu vit fáa tunga ídnaðin og skipaflotan við í grøna orkuskiftið sigur landsstýriskvinnan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

41 Leygardagur 16. november 2024

Margit fer at seta ferð á grøna skiftið

Frá at hava havt ábyrgdina av heilsuni hjá føroyingum, skal hon nú hava ábyrgd av heilsuni hjá jørðini

Margit Stórá, nýggj landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fríggjadagin varð Margit Stórá sett sum landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum. Hon tekur við starvinum og fer harvið úr sínum sessi sum landsstýriskvinna við heilsumálum. Ta uppgávuna hevur Javnaðarflokkurin avgjørt, at tingkvinnan úr Suðuroynni, Súsanna Bertholdsen skal røkja. Skiftið fer fram, eftir at Ingilín D. Strøm herfyri segði seg úr landsstýrissessinum.

Vit spurdu nýggju landsstýriskvinnuna, um Føroya fólk fer at síggja nakað annað og øðrvísi, nú Margit Stórá  tekur við eftir Ingilín Strøm.

- Eg  veit ikki, hvat tað er miðlarnir hyggja eftir, tá tit gera tykkara metingar. Vit eru tveir ymiskir persónar, men grundleggjandi eru vit báðar javnaðarkvinnur, so grundleggjandi verður tað ikki so ymiskt. Vit eru ymiskar á lyndi, og tað kemur man ivaleyst at merkja, men grundleggjandi eru vit rættiliga samdar, tá tað kemur til politikk.

- Og nú fer tú frá at hava havt heilsuna hjá Føroya fólki sum málsøki til hava heilsuna hjá allari jørðini sum arbeiðsøki, má tað sigast at vera eitt stórt fet víðari.

- Ja júst so. Hetta er eitt ráð, sum arbeiðir sera yvirskipað, og har man skal taka atlit til framtíðina hjá okkum øllum. Tað er nakað annað, og tað eri eg púra greið yvir.

Margit Stórá dylur ikki fyri, at tað í fyrstani, tá hetta varð uppá tal, hevði hon fløktar kenslur, tí heilsumál hava altíð havt hennara stóra áhuga.

- Tá eg kortini hevði slept tí kensluni, so haldi eg tað er sera áhugavert at kunna vera við til at ávirka henda politikkin, tí hetta økið kemur meira víða um, enn heilsuverkið ger. So eg eri sera spent at fara í gongd.

- Sær tú nakra andsøgn í, at tú kemur at umsita grøn orkumál, meðan ein av tínum samstarvsfeløgum í landsstýrinum umsitur olju- og gassleiting.

- Tað er sera oftani, tá man arbeiðir við politikki, at tað onkuntíð virkar, sum tingini kunnu vera í andsøgn,  og tá haldi eg tað er týdningarmikið, at man ger greitt, hvat tað er vit eisini skulu vera tilvitað um, soleiðis at man fær umhvørvis- og orkumál á breddan.

- Tað er sannlíkt, at tað verður brúk fyri olju og gassi leingi aftrat, og tað eru tey, sum halda, at royndirnar og vitanin í hesi vinnu kunnu vera til gagn eisini fyri tað grøna orkuskiftið.

- Tað er týdningarmikið at seta ferð á tað grøna orkuskiftið, soleiðis at vit ikki halda fram við at brúka olju og gass. Fyri meg er tað ikki mest týdningarmikið, um vit fáa hetta ella hitt, men at vit seta ferðina upp fyri at tryggja okkum, at vit vera grønari og skjótari, og sum undanfarna landsstýriskvinna eisini hevur verið við til at seta út í kortið og fremja. Har mugu vit eisini minnast til, at tað kann vera ein trupul gongd, soleiðis at øll síggja meiningina við tí grøna skiftinum, og hví tað er so týdningarmikið júst at varpa ljós á týdningin av júst hesum skiftinum.  

Nýggja landsstýriskvinnan við umhvørvis- og orkumálum er sannførd um, at tey øll  í landsstýrinum verða noydd til at hava eitt tætt samskifti um, hvussu vit bera okkum at til frama fyri grøna skiftið.

- Tú skal sum landsstýriskvinna eisini taka avgerðir rundan um vindmylnuútbyggingar, og her er eitt aktuelt mál frammi um loyvi til vindmylnulundina Eysturlund í Eysturoynni. Hvørja viðmerking hevur tú til tað málið.

- Eg eri júst sett til at umsita økið og havi tí ikki havt møguleika at kunna meg um tað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2024

42 Leygardagur 16. november 2024

Føroyar vunnu loksins aftur

Fyrsti kappingarsigur í yvir tvey ár hjá manslandsliðnum eru veruleiki. Talan var um stríðssigur í Armenia: Viljormur Davidsen skoraði einsamalla málið við brotssparki

Eins og á Tórsvølli í fyrsta umfari, og í fýra øðrum landsdystum, var Viljormur Davidsen púra tryggur úr ellivu metrum. Hesaferð gav tað trý stig til Føroyar - her fegnast føroysku spælararnir um málið í 33. um minutti (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Yerevan, Armenia (Portalurin): Tað var stríggið, og føroyska liðið hevði ikki bóltin nógv. Samanspæl var ikki serliga nógv av; eiheldur nógvar støður við mótsstøðumálið.

Tað var tó líkamikið, tá samanum kom. Liðformaðurin Viljormur Davidsen skoraði seint í 1. hálvleiki trygt uppá brotssparkið, sum Brandur Hendriksson Olsen vann, í sambandi við langt innkast. Tað sá út til at vera í lagi: Tó ikki av størstu brotsspørkunum.

Síðani stíddust allir hart fyri at halda nullið. Tað eydnaðist Teiti Getssyni, Gunnari Vatnhamar og hinum at vera fyri tí mesta, sum kundi verið heilt vandamikið.

Harvið fingu Eyðun Klakstein, Atli Gregersen og hinir í toyminum sigur í sínum fyrsta dysti, og spælararnir fingu víst aftur, at Føroyar kunnu vinna kappingardystir.

Hetta var tann fyrsti slíki síðani sigurin á Turkalandi 25. september í 2022. Samstundis var hetta fyrsti útisigurin hjá føroyska manlandsliðnum í yvir fýra ár.

Úrslitið setur Føroyar í heilt góða støðu í bólkinum: Tí Norðurmakedonia vann sama dag 1-0 á Lettlandi og harvið er plássið í C-deildini tryggjað til komandi Nations League kapping.

Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - hósdagin 14. november á Vazgen Sargsyan Republican Stadium

Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' 0-1 Viljormur Davidsen, br.

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig 
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig 

Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) . Jóannes Bjartalíð (75' Sølvi Vatnhamar), Brandur Hendrikson Olsen (75' Noah Mneney), René Shaki Joensen (62' Hanus Sørensen) og Adrian Rúnason Justinussen (68' Petur Knudsen) - Páll Andrasson Klettskarð (68' Meinhard Egolsson Olsen).

[object Object]Føroyska byrjanarliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fleiri myndir frá sigrinum í Yeravan


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024

43 Leygardagur 16. november 2024

Stríðsviljin stóð væl omanfyri spælið

Eftir ymiskum hagtølum átti heimaliðið vunnið í Yerevan, men føroyska liðið fekk riðið stormin av og gjørt tað neyðuga hóskvøldið

At liðið stóð saman og vardi væl saman var ein lykil, vísa venjarar og spælarar á. Føroyski viljin bar á mál - og til trý ógvuliga týdningarmikil stig (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Yerevan, Armenia (Portalurin): Fyrsti sigur í kappingini kom í hús, og eftir úrslitið í Skopje seinni um kvøldið kundi staðfestast, at føroyska plássið í Deild C er tryggjað.

Harvið skulu Føroyar í 2026 fyri triðju Nations League á rað spæla í tí triðbestu av teimum fýra deildunum - uttan so at man endar á 2. plássið og vinnur play-off dystirnar um uppflyting til deild D.

Sigurin kom ikki í hús við góðum fótbóltsspæli - als ikki. Tað vóru nakrar løtur í fyrra hálvleiki og nakrar heilt fáar í seinna hálvleiki, har føroyska liðið fekk flutt bóltin rímilga væl ímillum sín. Tað mest umráðandi var helst at fáa bóltin/vinna bóltin á armensku hálvuni og halda honum har í nøkrum førum.

Málið var eitt dømi: Jóannes Kalsø Danielsen vann bóltin til høgru á mótsstøðuhálvuni, varðveitti líka bóltin og fann síðani navnan og klaksvíkingin frammanfyri seg. Jóannes Bjartalíð rak og vann eitt innkast tætt við hornaflaggið. Danielsen tveitti langt innfyri, Andrias Edmundsson snittaði víðari, Páll Klettskarð snittaði, bólturin ferðiast eitt sindur víðari í luftini, og tá hann sprakk, var Brandur Hendriksson fyrstur á bóltinum og bleiv sparkaður samstundis.

Ikki "stórt" brotsspark og ikki "pent" - líkasum dysturin ikki var so penur - men tað legði liðformaðurin Viljormur Davidsen líka í: Fyri fimtu ferð í sínum 83 landsdystum sendi hann bóltin trygt í málið úr ellivu metrum, og var hetta samanlagt sætta landsliðsmál hansara. Kynisma.

[object Object]Føroyingarnir fegnast eftir brotssparksmálið í 33. minutti í Yerevan (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Síðani snúði tað seg so at siga bert um at verja og stríðast. Føroyar høvdu eitt annað skot í dystinum: Hetta var seint í dystinum, tá innskifti Meinhard Egilsson Olsen varð sendur avstað - stutt frammanundan hevði hann lisið støðu væl og við styrki og snildni sjálvur vunnið bóltin væl í vinstru. Tá var verjuspælari fyri avgerandi alveringina í brotsteignum. Hesaferð bjargaði armenski málverjin skotinum hjá Meinhardi úr spískum.

Armenar høvdu heili 25 skot. Tey flestu av hesum kunnu tó lýsast sum vandaleys: Langskot sum ikki vóru nær við at raka innanfyri stengurnar og nøkur, sum Teitur Matras Gestsson helt lættliga. Royndi málverjin hevði tó minst eina stórbjarging og var annars fleiri ferðir tryggur. Tað er eingin ivi um, at tað ofta stóð á hjá føroyska verjupartinum, ið varð trýstur aftur javnan eftir steðgin, har álopini skolaðu móti føroyingum - serliga úr teirra vinstru. Útiliðið lá til rætta úrslitið, meðan Armenia av álvara tørvaði mál.

Liðið lat eisini ofta armenar um at hava bóltin og stóð eisini tilvitað djúpt. Føroyar royndu at ikki geva nakað bakrúm, umframt at "læsa rúmið" mitt fyri. Har var lágvaksni Lucas Zelarayan, við rótunum úr Argentina, ein støðug hóttan. Hann gav flest trupulleikar fyri Føroyar, men trý-mans miðverjan við Andriasi Edmundsson, Odmari Færø og Gunnari Vatnhamar , síðstnevndi kanska dagsins maður, var stinn saman við hinum hartarbeiðandi føroyingunum.

Hoyr eisini samrøður við føroyskar spælarar:
Eyðun: - Eg eri fegin vegna spælararnar
Viljormur: - Skeyt upp í hornið - eins og til venjing í gjár
Andrias: - Spældi sum Atli í dag: Stóð bara og skeyt burtur  

Tað vóru ídni og vilji, sum gjørdu munin fyri Føroyum. Menn hugsavnaðu seg um tungu uppgávuna á grasinum. Hesaferð fullu nakrir marginalar sanniliga eisini í okkara lut. Væntað mál, ið altíð skal takast eitt sindur við fyrivarni, vísir 1,40-0,81 til heimaliðið (brotsspark telur ógvuliga nógv). Tað var 16-1 í hornaspørkum og 73-27 "possesion". Tað skal tó takast við, at spælt var yvir ein tíma við 0-1 á máltalvuni í Armenia, og tá tað eisini stóð 0-1 á máltalvuni eftir 95 minuttir í slíkum lykladysti, er tað líkamikið, hvat hini tølini siga.

Hetta var fjórðu ferð í kappingini, at Føroyar komu á odda í 1. hálvleiki - men fyrstu ferð at liðið helt fast í leiðsluni.

Føroyar kunnu ikki spæla slíkar dystir hvørjaferð og vænta at fáa ein sigur burturúr, umframt mennast stórliga í mun til sjálvt spælið við bólti. "Nýggju" menninir, ið fingu møguleikan frá byrjan, gjørdu ikki nøkur veurlig sprell í álopskenda spælinum. Men Páll Klettskarð og Adrian Justinussen arbeiddu gróthart og væl saman við hinum, og fingu báðir koyrt bóltin víðari, tá Føroyar fingu brotssparkið. Hetta var eyðkenni fyri avrikið - arbeiðsavrikið, hugburðurin og ein ávísur kaldleiki. sum eru at byggja víðari á. Føroyingar stríddu seg til trý sera góð stig á útivølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2024

44 Leygardagur 16. november 2024

Ragnar aftur til B36

25-ára gamli miðvallarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36

- Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, nýggjur høvuðsvenjari í B36 (Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann fór til B68 fyri tveimum árum síðani, og hevur gjørt sítt til, at liðið úr Nes kommunu hevur hildið sær í Betrideildini hesi árini - serliga við avrikunum í 2023.

Nú 25-ára gamli kropsliga sterki miðvallarin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 151 dystir í Betrideildini, umframt millum annað tvær steypafinalur og níggju dystir í Evropa. Teir flestu av hesum hava verið fyri B36, sum er barndómsfelag Ragnars.

Leygardagin boðaði B36 frá, at Ragnar nú vendir aftur til felagið, har hann er uppvaksin.

Harvið er nýggi spælari nummar tvey til reiðar í sunnara enda í Gundadali fyri 2025 og 2026.

Besta mansliðið hjá B36 hevði eitt miseydnað kappingarár við 5. plássi í Betrideildini, við at verða sligið út í 1. umfari í Conference League og við at tapa steypafinaluna móti grannunum.

Einki Evropa næsta ár og hall felagsins verður stórt. Hópurin í ár var tann dýrasti hjá B36 nakrantíð, royndin at koma nærri tinginum miseydnaðist, og Dan Brimsvík varð sagdur úr starvi í juni.

Eingin av teimum sjey útlendingnum, sum komu inn í hópin síðsta vetur, halda fram í 2025.

Venjaraspurningurin kom uppá pláss, tá Jákup Martin Joensen, ið áður hevur havt ymiskar leiklutir í felagnum, skrivaði undir tvey-ára sáttmála við B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

45 Leygardagur 16. november 2024

Martin Klein Joensen skal nú skjóta mál á Svangaskarði

24-ára gamli áleyparin skiftir til B68 úr barndómsfelagnum Víkingi, har hann hevur skorað 39 mál fyri besta liðið

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá lá væl fyri at skjóta mál, sum kappingarárið í fjør leið. Eitt eyðkenni hjá Martini Klein Joensen hevur verið, at honum ikki tørvar so nógvar minuttir fyri hvørt mál.

Samanlagt hevur Martin skorað 39 mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum siðani fyrsta dystin í 2021. Samalagt hevur gøtumaðurin spælt 107 dystir, og var hann við at vinna steypafinaluna í 2022 - Martin Klein Joensen vann brotssparkið, sum Víkingur avgjørdi við móti KÍ.

Hann eigur eisini eitt FM-gullheiðursmerki nú, men Martin hevur bert spælt 367 minuttir, og skorað trý mál, í Betrideildini í ár. Tað eydnaðist honum ikki at koma framat, aftaná at áleyparin í vetur royndi seg í íslendska Njarðvik eitt stutt skifti.

Finnur Justinussen og Jørgen Nielsen eru framvegis frammanfyri, og nú skiftir Martin Klein Joensen til B68.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2024

46 Leygardagur 16. november 2024

Magnus Holm Jacobsen til B68

Jákup á Borg skal nú aftur hava evnaríka 24-ára gamla miðvallaran undir hond. Magnus hevur skrivað undir eitt árs-sáttmála á Svangaskarði

Magnus Holm Jacobsen hevur spælt við B36 meginpartin av sínari tíð í Betrideildini - fýra tey fyrstu kappingarárini undir Jákupi á Borg ið nú aftur verður venjari hansara (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Magnus Holm Jacobsen spældi ikki nógvar minuttir fyri HB í ár, eftir at hann síðsta vetur vendi aftur til felagið, sum miðvallarin spældi við fyrstu fótbóltsár síni.

Hann var skaddur stóran part av fyrru hálvu, og ósemja við Adolfo Sormani og venjaratoymi í summar - um millum annað renning eftir dyst í Kroatia - endaði við, at miðvallarin fór niður á næstbesta liðið at venja og spæla fast.

Tann seinasti av fimm dystum við besta liðnum var 23. juni. Skjótt verður Magnus Holm Jacobsen tó aftur í Betrideildini.

[object Object]Magnus Holm Jacobsen í dysti fyri 07 Vestur, har hann til tíðir veruliga skaraði framúr (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magnus hevði eitt gott ár í 07 Vestur í 2023, hóast eitt mál um eitt kiksað skifti til polskan fótbólt órógvaði nakað um summarið.

Í B36 gekst tað best, tá Jákup á Borg var venjari hansara, og skal Jákup nú aftur royna at fáa tað besta burtur úr dugnaliga sentrala miðvallinum, sum kann fara at gera stóran mun á Svangaskarði.

Partarnir hava gjørt eitt árs-sáttmála. Talan kann gerast sera týðandi tilgongd fyri B68. Ein líknandi sentralur miðvallari hevur vantað í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

47 Leygardagur 16. november 2024

Endaliga váttað: Hanus Sørensen til NK Celje

Sáttmálin við slovenska meistaraliðið kemur í gildi 1. januar 2025 og er til og við 30. juni 2027. Hanus verður fyrsti føroyingur í slovenskum fótbólti

Hanus við sínari nýggju spælaratroyggju á Stadion Z'dežele. Læknakanning er gjørd, og alt er komið uppá pláss (Mynd: NK Celje)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum vit skrivaðu fyrst í oktober, skal Hanus Sørensen skjótt spæla yrkisfótbólt í Slovenia - sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð

Sí eisini: Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt

Hetta var í vikuni endaliga váttað. Meðan føroyska fótbóltslandsliðið var umborð á flogfarið ávegis til Frankfurt, legði NK Celje mynd út við kunngerð um, at felagið hevði fingið fatur á føroyska landsliðsspælaranum.

- Hann hevur royndir sum høgri bakkur, men stóð seg væl sum miðvallari hetta kappingarárið í Føroyum. Hanus Sørnsen legði upp til nógv mál (14)

[object Object]
Hanus Sørensen hevur verið ógvuliga eyðsýndur á HB-liðnum í 2024 og fer nú at royna seg uttanlands aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin millum 23-ára gamla havnarmannin og slovenska meistaraliðið kemur í gildi 1. januar 2025. Sáttmálin er galdandi til og við 30. juni 2027. 

NK Celje er í løtuni á fjórða plássi í Prva Liga. Liðið er eisini í bólkaspælinum í Conference League. Føroyingurin fær spælt frá 1. januar.

Hanus Sørensen hevur ikki spæt ella vant við besta liðið hjá HB síðani í september. Landsliðsspælarin hevur vant við 1. deild.

Hanus hevur áður umboðað FC Midjylland og Middelfart í donskum fótbólti. Seinastu dagarnar hevur hann verið í Slovenia til læknakanning. Í løtuni er Hanus partur av landsliðshópinum, sum spælir dyst móti Armenia og Norðurmakedonia.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

48 Leygardagur 16. november 2024

Sigfríður og EB/Streymur hava longt sáttmálan

Royndi venjarin stjórnar eisini EB/Streymi næsta ár - á Eiði. Harvið hava øll feløg í Betrideildini meira ella minni venjara uppá pláss til 2025. Unga stjørnuskotið, Virgar Jónsson, heldur eisini fram. Hetta varð greitt á ársveitslu felagsins

Tað varð kunngjørt á ársveitslu felagsins í Eydnuni , at Sigfríður Clementsen heldur fram sum høvuðsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á ársveitsluni hjá EB/Streymi á Oyrabakka farna vikuskiftið kundi Sigfríður Clementsen ikki verða til staðar, men 51-ára gamli havnarmaðurin gjørdist eitt høvuðsevni, tá tað varð kunngjørt, at hann heldur fram í felagnum. 

Nakað av óvissu hevur verið um hetta, men nú er tað endaliga greitt, at "Siggi" stjórnar EB/Streymi í 2025 eisini. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri næsta ár eisini.

Sigfríður kom á fyrsta sinni til EB/Streym í 2008 og fekk fyrsta FM felagsins - og greipuna - í hús hetta árið. Hann kom aftur til felagið undan kappingarárinum 2023, og fer harvið skjótt undir triðja árið á rað í Sundalagnum/á Eiði. Higartil hevur hann hildið liðnum trygt uppi síðani afturvendanina.

[object Object]
Sigfríður Clementsen og táverandi formaður felagsins, Jógvan í Skorini, tá royndi venjarin vendi aftur til felagið, sum hann hevur vunnið eitt føroyameistaraheitið við (Mynd: EB/Streymur)

Í mun til stig, var fyrra hálva og byrjanin av seinnu hálvu, ikki góð.

EB/Streymur fekk tó ein frálíkan enda uppá kappingarárið 2024. Liðið var millum tey bestu seinastu triðingin, har 18 stig komu til høldar, og allur ivi um at halda sær upp ella ikki varð skúgvaður til viks. EB/Streymur endaði á 7. plássi vð 28 stigum.

Sigfríður Clementsen varð eisini tilnevndur til Ársins venjara.

Við setanini er greitt, at øll liðini, sum halda fram í Betrideildini í 2025, hava høvuðsvenjara heilt uppá pláss. Jákup Martin Joensen, ið Sigfríður avloysti fyri tveimum árum síðani, skrivaði undir við B36 týsdagin.

Hjá báðum uppflytarunum hava høvuðsvenjararnir ikki A-venjaraprógv í løtuni, men arbeitt verður uppá, at Pól Thorsteinsson (FC Suðuroy) og Markus Thorberg (TB) kunnu halda fram við róðrið. Hetta er ikki endaliga váttað, og talan kann verða um venjarasamansetingar.

Á ársveitsluni hjá EB/Streymi varð eisini kunngjørt, at Virgar Jónsson heldur fram í felagnum. Ungi eiðismaðurin hevur staðið seg væl bæði síni ár í Betrideildini, og verður nógv væntað av vinstrabeinta spælaranum, sum ávísur áhugi hevur verið fyri aðrastaðni. 

Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 47 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi og skorað 6 mál. Virgar kann spæla á vinstra bakki og ymsastaðni á miðvøllinum, og er hann U19-spælari.

[object Object]
18-ára gamli Virgar Jónsson byrjaði í Betrideildini sum 16-ára gamal, undir Sigfríði Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

49 Leygardagur 16. november 2024

Føroyar mistu av álvara tamarhaldið seinasta korterið

Trý brend brotskøst, villur og ein verjupartur, ið ikki stóð ímóti, gjørdu sítt til, at Føroyar enn einaferð taptu á útivølli. Nú er størri trýst á til 2025

Pauli Jacobsen og verjan stóðu væl fyri steðgin, men í 2. hálvleiki skoraði Ukraina 21 ferðir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru sjey mál á muni, í steðginum vóru Føroyar á odda við trimum málum, og tað var eisini +3, tá eitt korter var eftir at spæla í Vilnius sunnudagin.

Tá klokkan í stóru Twinsbet leikhøllini vísti 60.00, vóru tað tó ukrainar, sum høvdu trý mál fleiri. Ein niðurbræðing seinastu løtuna, har Føroyar brendu trý brotskøst á rað, og ukrainar stóðu nógv meira ímóti.

Hon var partvíst ávegis, tí ukrainska álopsspælið fekk nógv fríari ræsir eftir steðgin. Í 1. hálvleiki stóðu Føroyar heilt væl í verjupartinum, men Ukraina skoraði heili 21 mál í 2. hálvleiki - eins nógv og Kosovo gjørdi alt mikikvøldið á Hálsi. Her var 7 móti 6-spælið hjá Ukraina ein lykil.

[object Object]Óli Mittún í gjøgnumbrotsroynd (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Fjølbroytni vantaði kanska á føroyska liðnum í løtum, og fáar broytingar vóru gjørdar. Nógv flott álop vóru, men tað var mest brendu fríu skotini gjøgnum dystin - saman við tekniskum villum har bólturin síðani varð kastaður í tómt mál í 7 móti 6 spælinum - sum kostaðu Føroyum sigurin.

Tamarhaldið fór, og teir í gulum vunnu. Harvið hava Føroyar meira knívin á barkanum í 2025, í mun til at vinna sær EM-pláss.

Sí allar myndirnar her

Undankappingin til EM 2025, 2. umfar
Vilnius, 10. november
Ukraina - Føroyar 35-32 (14-17)

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Vilhelm Poulsen 4 mál
Pætur Mikkjalsson 2 mál
Rói Berg Hansen 2 mál
Peter Krogh 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál

Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 (27 prosent)

[object Object]
Vónbrotnir føroyskir leikarar eftir dystin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2024

50 Leygardagur 16. november 2024

Óli skoraði 16 mál hesa landsliðsvikuna - óhvassir føroyingar

19-ára gamli bakspælarin hevur risastóran leiklut í føroyska álopinum. Ukrainar brendu fleiri skot enn Føroyar, men Føroyar brendu størri málmøguleikar - millum annað trý brotskøst á rað í avgerandi støðum

Ukrainska verjan hevði væl betri tamarhald á dystunum, sum frá leið. Óli Mittún fekk annars nógv mál aftur í hesum dystinum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vilnius, Litava (Portalurin): Ukraina hevði níggju skot fleiri enn Føroyar (58-49), men kortini stóð man til endans við kensluni av, at føroyingar vóru minni hvassir í stóru høllini í dag.

Hetta var tí, at ukrainar brendu væl fleiri skot fyri steðgin, har teir í fleiri førum vóru kroystir til trupul skot - serliga langskot. Hetta loysti Ukraina serliga við 7 móti 6 í 2. hálvleiki.

Tað høvdu Føroyar alt ov torført við at loysa í verjustøðu. Hetta viðurkendu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Peter Bredsdorff-Larsen eisini fyri Portalinum eftir dystin.

[object Object]
Vilhelm Poulsen í verjustøðu. Hann og hinir høvdu heilt gott tamarhald á Turchenko fyri steðgin, men í 2. hálvleiki slapp ukrainski profilurin at gera meira, sum hann vildi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Pauli Jacobsen lá aftur millum 10 og 15 bjargingar, men nógv púra frí skot komu ímóti honum, sum dysturin leið - millum annað fimm brotskøst (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

21 mál inn eftir steðgin er alt ov nógv. Tað kundu dagsins spælari og høvuðsvenjarin hjá Føroyum vera samdir í. Og so kostaðu ósketni og serliga brend skot í hinum endanum.

At skora 65 prosent av sínum skotum er nokk ikki heilt við síðuna av, men nakað meira enn helmingurin av teimum 17 brendu skotunum vóru púra fríir møguleikar. Harav vóru trý brotskøst - øll á rað innan seinasta korterið, har Føroyar mistu takið fullkomiliga. 

Tað var eisini nakrar ferðir, at Føroyar brendu/mistu bóltin, og at tað varð kastað í tómt føroyskt mál. Samanlagt kostaðu hesi tingini nógv. Hetta saman við miseydnaðu royndunum at temja Ihor Turchenko eftir steðgin ( skeyt 11 mál smanalgt) og tí kropsliga hjá ukrainunum umframt yvirtalsspæli teirra.

Óli aftur toppskjútti

Teir tríggir størstu álopskendu profilarnir hjá Føroyum skoraðu 22 mál samanlagt. Elias Ellefsen á Skipagøtu (valdur dagsins spælari hjá Føroyum) og Hákun West av Teigum standa til av hava trý brend skot av teimum tíggju, ið teir høvdu í part. Óli Mittún brendi fýra skot av 12. Allir skutu eitt brotskast hvør móti endanum, sum ikki fór í málið.

Tað liggur nógv á hesum spælarunum - kanska ov nógv í løtum. Tann yngsti av hesum trimum hevur skorað átta mál í báðum dystunum hesa vikuna. Samanlagt 16 mál til 19-ára gamla Óla Mittún í teimum báðum fyrstu dystunum í hesari EM-undankappingini.

Tað er jaligt, at Sävehof-spælarin fær gjørt bart í størri og størri mun. Hann og liðfelagararnir hava tó nakað at arbeiða við til næstu ferð.

[object Object]
Óli Mittún og hinir takka - múlatrútnir - teimum gulkløddu fyri dystin í dag (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2024

51 Leygardagur 16. november 2024

Mjølnir vann á SÍ í fimmsettara, men SÍ er framvegis fremst

Polestar-deildin (menn): Mjølnir – SÍ 3-2 (25-23, 25-23, 19-25, 23-25, 15-11)

(Mynd: Mjølnir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Oddadystur var í Klaksvík sunnudagin, og við sigri kundi Mjølnir taka fyrstaplássið frá SÍ.

Eftir at SÍ fyrstu stuttu løtuna hevði verið á odda, fór Mjølnir frá 5-6 upp á 9-6 og helt seg frammanfyri restina av settinum. SÍ nærkaðist tó ímóti endanum, og við tveimum smassjum frá Mileta Vesovic kom SÍ upp á 22-23. Kanadiski Alain Pinault syrgdi tó við smassji fyri, at Mjølnir fekk settbólt, sum SÍ kortini yvirlivdi í fyrstu syftu, men seinna settbóltin langaði Steffan Rosenlund í gólvið til 25-23 til Mjølnir.

Í øðrum setti gekk javnt á, og soleiðis gjørdist støðan 21-21, tá ið SÍ fór framum 22-21 við blokki frá Mileta. Smassj frá Michael Rowsell í blokkin og út og síðani lobb og smassj frá Steffan Rosenlund góvu Mjølni tveir settbóltar, og tann seinna sló Pinault í blokaduna hjá SÍ og út til 25-23.

Við fimm stigum á rað vann SÍ sær greiða leiðslu tíðliga í triðja setti, og við øðrum fimm á rað gjørdist støðan 20-10, áðrenn SÍ vann settið 25-19.

Mjølnir tóktist at hava tamarhald á fjórða setti, og var á odda 13-9 og 19-16, tá ið SÍ við góðum stima vendi øllum á høvdið og fór framum 21-19. Mjølnir javnaði aftur til 23-23, men servaði síðani út, og settbóltin vann leikandi venjarin hjá SÍ, Matteusz Pazgan, frammi við netið, og so var 2-2 í settum.

Við “postkassa” frá Vuk Ilic, hepnari netrullaraservu frá Thorvaldi Danielsen og framúr blokki frá Rowsell legði Mjølnir seg framum 3-0 í javnbrótaranum, og hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi fyri sigurin, tí SÍ kom ongantíð nærri enn tvey stig. Við fýra dystarbóltum við støðuna 14-10 fór tað ikki at miseydnast hjá Mjølni, og við dundursmassji gjørdi Pinault tað til 15-11.

Við tí eina stigunum varðveitir SÍ kortini fyrstaplássið í Polestar-deildin, eitt stig frammanfyri Mjølnir á øðrumplássi.

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 12 stig
Mjølnir 11 stig
Fleyr 9 stig
ÍF 1 stig
Ternan 0 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 17. november kl. 16: ÍF - Ternan (Fuglafjørður)
Sunnudagin 17. november kl. 16: Fleyr - Mjølnir (Høllin á Hálsi)

Mikudagin 20. november kl. 19: Ternan - ÍF (Skúlin á Toftum)

Komandi dystir, Hotel Djurhuus deildin (kvinnur):

Leygardagin 16. november kl. 14: Mjølnir - TB (Badmintonhøllin, Klaksvík)

Sunnudagin 17. november kl. 13: KÍF - SÍ (Høllin í Kollafirði)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

52 Leygardagur 16. november 2024

Badminton: Føroyingar vunnu 10 heiðursmerki á Malta

Farna vikuskiftið luttóku føroyingar í altjóða kappingini Invitational Games á Malta

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 8. til 10. november luttók føroyska ungdómslandsliðið í badminton í altjóða kappingini Invitational Games á Malta, og føroyingar vunnu ikki minni enn tvey gull, trý silvur og fimm bronsuheiðursmerki.

Umframt Føroyar luttóku eisini Kýpros og Malta. Allir føroysku leikararnir vunnu heiðursmerki í kappingini, og vann ungdómslandsliðið seg í fýra av fimm finalum, har eina finalan var rein føroysk.

Umframt kappingina hava ungu badmintonleikararnir eisini havt venjingardystir móti vaksnu leikarunum og ungdómsleikarum úr Malta, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Úrslit:

[object Object]

Single kvinnur
Gull: Ranja Joensen
Bronsa: Birna Jacobsen

[object Object]

Einmansleikur menn
Silvur: Jafet Rasmussen
Bronsa: Markus Bjarnason og Sjúrður E. H. Eysturoy

[object Object]

Double kvinnur
Gull: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen
Silvur: Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum

[object Object]

Tvímansleikur menn
Bronsa: Markus Bjarnason og Leiki Dal-Christiansen

[object Object]

Mixed double
Silvur: Tóki Yngvason Guttesen og Ranja Joensen
Bronsa: Sjúrður E. H. Eysturoy og Eira Petersen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2024

53 Leygardagur 16. november 2024

Talv: Havnin á odda

Helgi Dam Ziska sat á fyrsta borði hjá Havnar Telvingarfelag, og Rógvi Egilstoft var komin heim úr Spania at telva við sandavágsmonnum

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var við aftur á havnarliðnum sunnudagin
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin var Vestmanna Talvfelag vertur fyri stórum felagsumfari í landskappingini í talvi. Allir dystir í triðja umfari í øllum deildum vórðu telvaðir í Vestmanna.

Toppliðini vóru nú betur mannað enn í fyrstu umførunum. Helgi Dam Ziska sat á 1 borði hjá Havnar Telvingarfelag, og Rógvi Egilstoft var komin heim úr Spania at telva við sandavágsmonnum.

Vágamenn høvdu lykladyst móti klaksvíkingum, og vunnu 2½-1½. Havnarmenn høvdu minni mótstøðu móti uppflytarunum úr Kollafirði, og gjørdu bart á øllum borðum. Ungi kollfirðingurin Markus Jacobsen, sum óvæntað vann í báðum fyrstu dystunum, noyddist hesaferð at lúta.

Og í dystinum millum B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, vóru klaksvíkingar við yvirlutan.

1 deild (3 umfar)

Havnin (A) - Kollafjørður 4-0
Helgi Dam Ziska - Árant Djurhuus 1-0
Luitjen Akselsson Apol - Rógvi Mørkøre 1-0
Carl Eli Samuelsen - Karl M. Dahl 1-0
Hjalti Toftum Jógvansson - Markus Jacobsen 1-0

Klaksvík (A) - Sandavágur 1½-2½
Ólavur Simonsen - Rógvi Egilstoft ½-½
Eyðun Nolsøe - Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Heðin Gregersen - Silas Eyðsteinsson 1-0
Terji Petersen - Jón í Horni Nielsen 0-1

Havnin (B) - Klaksvík (B)  1½-2½
Elias Petersen - Wille Olsen 0-1
Øssur Joensen - Ingolf Gaard ½-½
Óli Joensen - Tummas M. Sólsker 0-1
Poul Poulsen - Bogi H. Eliasen 1 - 0

Støðan í 1 deild
Havnin (A)  10½ stig
Sandavágur 9
Klaksvík (A)  7½
Klaksvík (B) 4½
Kollafjørður 2½
Havnin (B) 2

FM í kvik- og snartalvi
Árliga FM-stevnan í snar- og kviktalvi verður nú um vikuskiftið. Telvað verður í Talvhúsinum á Toftum.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30. Tá er FM-Snar áskránni. Tiðin til alt talvið verður 3 minuttir + 2 sekkund pf. leik. Ellivu umfør eru í alt. 

Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Tiðin til alt talvið verður 10 minuttir + 5 sekund pr. leik. Telvað verða 9 umfør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2024