Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 01. mars 2025 | Nr. 9 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Føroyskur íverksetari savnar pengar inn til Ukraina

SíÐa 13

1 Leygardagur 01. mars 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvør er tann seki?

Enn eitt politiskt ivamál varð avgreitt hesa vikuna. Ivamálið var um Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum fór at yvirliva klaguna móti honum í landsstýrismálanevndini.

Hann yvirlivdi ikki. Eftir at hava brúkt talutíðina upp á at gera vart við, at landsstýrismálanevndin ikki kundi vísa á, at hann hevði brotið ábyrgd landsstýrismanna, valdi landsstýrismaðurin kortini at síggja veruleikan í eyguni, og (eftir øllum at døma) biðja løgmann um at verða loystur úr embætinum.

Vit fáa sjálvandi ongantíð at vita, hvat hevði hent, um hann ikki hevði gjørt hetta.

Sjálvur hevur hevur víst á, at hann einans hevur handlað sambært ráðgeving frá sínum embætisfólkum, men legði tó ikki so stóra vekt á júst tað.

Floksforkvinnan valdi hinvegin, í samrøðu við kringvarpið, at skumpa ábyrgdina yvir á embætisfólkini í Fiskimálaráðnum.

Og so er tað: Um tað eru embætisfólkini og ikki landsstýrismaðurin sjálvur, sum “eiga apuna”, so verður tjóðveldisforkvinnan onkursvegna noydd til at fara víðari við hesum skuldsetingum. Tí tað tykist ikki vera rætt, at vera vitni til, at landsstýrismaðurin tekur allar syndirnar á seg, meðan forkvinna hansara sigur at tað eru embætisfólkini, sum eru tey seku. Tá ber ikki til at støðga her. Heimildarloysið, sum er framt, má fáa avleiðingar fyri onkran í ‘málaráðnum.

Nú verður spennandi at vita, um næsta offrið verður ein av ráðgevunum ella kanska aðalstjórin.

Størsti spenningur er tó um hvat nú hendir í Tjóðveldi.

Sambært forkvinnuni er ætlanin ikki at hava eina rokadu í landsstýrismanningini, men at seta mann (tað verður neyvan kvinna) fyri mann.

Tað hevur ljóðað, at tey bæði seinast valdu – eykafólkini – í tingbólkinum, ikki eru so populer orsaka av teirra bastantu útsøgnum og hóttanum um at atkvøða fyri, tá misálit varð sett móti táverandi landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum. Tí sigst, at onkur helst vil halda hesi bæði uttan fyri tingarbeiðið.

Fyri at tey skulu haldast uttanfyri, er neyðugt at seta landsstýrisfólk ístaðin, sum ikki sita á tingi í løtuni.

Slíkt vil altíl elva til kjak – stórt kjak. Og so er spurningurin eisini hvussu gott tað hevði verið fyri flokkin, at møguligar ósemjur millum ting- og landsstýrisfólk bróta út í ljósan loga í almenninginum.

Nývaldaa forkvinnan hevur jú eina risastóra uppgávu við at halda fólki og veljaran til fullveldisdreymin, sum bara tykist køvast við Tjóðveldinum við valdið.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1083

    Lisnar síður: 4676

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 01. mars 2025

- Støðan er ótrygg í løtuni

- Føroyar eru ikki í vanda fyri russiskum álopi, men í Evropa er støðan ótrtygg, og nýggja leiðslan í USA, við sínum hóttanum um handilskríggj, hjálpir ikki um støðuna, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Turbulenta støðan í Evropa og í heiminum yvirhøvur, trygdarviðurskifti og marknaðaratgongd eru á skránni nú danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er á almennari vitjan í Føroyum.

Løkke kom við rutuflogfarinum um middagsleitið í gjár og seinnapartin hevði hann fundir við løgtingins uttanlandsnevnd og við Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum.

- Heimurin er ein annar nú. Eftir at hava livað í friði og sóma í 33 ár síðan múrurin í Berlin fall, er heimurin knappliga vorðin ein annar. Hetta hendi, tá russiski Putin forseti byrjaði sítt ólógliga álop á Ukraina. Og støðan er ikki vorðin meira trygg síðan nýggjur forseti kom til í USA, og nú hóttir við handilskríggi við Evropa, staðfesti Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi um nátturatíð í gjárkvøldið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar hava átikið sær sín part

Danski uttanríkisráðharrin kom inn viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, og fegnaðist um, at Føroyar gera sín part og taka lut í politiska átakinum at hjálpa ukrainum, bæði við beinleiðis stuðli og við at taka móti flóttafólkum.

Uttanríkisráðharrin er eisini nøgdur við, at føroyingar hava gjørt bart yvir fyri russum og avmarka atgongd til føroyskar havnir og eisini avmarka útflutningin til russiska marknaðin.

Lars Løkke Rasmussen lovaði í hesum sambandi, at tað ikki skal tróta stuðul frá danskari síðu í royndum at finna nýggjar marknaðir fyri føroyskum útflutningsvørum, nú møguleikarnir at eksportera til Russlands verða avmarkaðir.

Báðir partar mæla til WTO-limaskap

Og her er føroyski limaskapurin í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, ein týðandi táttur, sum danska stjórnin tekur undir við.

- Vit hava nú sett ein juridiska arbeiðsbólk at tulka støðuna viðvíkjandi føroyskum WTO felagsskapi, og eg kann bara siga, at báðir partar vóna at tað fer at kunna lata seg gera, segði Lars Løkke Rasmussen.

Krígshóttanir

Viðvíkjandi vandastøðuni, sum Danmark og Evropa eru komin í, nú tað verður hótt bæði úr eystri við møguligum nýggjum álopum og úr vestri við handilskríggi, gjørdi uttanríkisráðharrin greitt, at tað eru nógvir evropeiskir leiðarar, serliga í teimum nærmastu grannunum hjá Russlandi í Baltalondum og eysturevropa annars, sum veruliga bera ótta fyri eini russiskari innrás.

- Í hesi støðu liggur Danmark beint í bakgarðinum, og tað er tí, at vit eru farin undir eina tilgongd at styrkja okkara verju.

- Føroyar og eisini Grønland liggja í eini aðrari sonu. Tit liggja hernaðarliga landafrøðiliga í amerikanskum áhugaøki, og harvið ikki í sama vanda fyri russiskum álopi, tí tað verður ikki mett, at Russland, sum støðan sær út í dag, fer at gera seg inn á amerikanskt áhugaøki, segði danski uttanríkisráðharrin

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

3
Leygardagur 01. mars 2025

Dennis Holm handlaði í heimildarloysi

Landsstýrismálanevndin kunngjørdi mikudagin niðurstøðu sína um klaguna frá Árna Skaale

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dennis Holm hevði ikki heimild til at útluta fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024 við at broyta kunngerðina, sum skipar fiskiskapin.

Hesa niðurstøðu er landsstýrismálanevndin í løgtinginum komin fram til eftir drúgva viðgerð. Niðurstøðan er kunnað landsstýrismanninum og varð almannakunngjørd mikudagin.

Tað var Árni Skaale, tingstýrismaður, sum í mai mánaði 2024 sendi klagu til landsstýrismálanevndina um málið.

Landsstýrismálanevndin hevur síðan fingið ein uttanhýsis løgfrøðing, Kristinu Samuelsen, advokat, til at kanna málið. Advokaturin lat nevndini frágreiðing sína beint fyri jól.

Eftir at landsstýrismaðurin sjálvur hevur fingið høvi til at gera viðmerking til fyribils niðurstøðuna hja nevndini, hevur nevndin nú staðfest, at hon tekur undir við niðurstøðuni hjá advokatinum, sum sigur, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimildina.

Men nevndin staðfestir eisini, at landsstýrismaðurin ikki gjørdi hetta av politiskum áhuga, men at hann gjørdi tað eftir ráðgeving frá sínum egnu embætisfólkum.

Landsstýrismaðurin hevur svarað nevndini, at hann ikki er samdur í niðurstøðuni.

Í samrøðu við útvarpið mikudagin, vildi Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, ikki úttala seg um, hvørja avleiðing hetta skal fáa fyri landsstýrismannin.

- Tað má vera upp til løgtingið, segði Hans Jacob Thomsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

4 Leygardagur 01. mars 2025

Dennis Holm loystur úr starvi

Landsstýrismaðurin við fiskivinnu- og samferðslumálum bað løgmann um at vera loystur úr starvi

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dennis Holm, bað hósdagin løgmann um at verða loystur úr starvi sambært stýrisskipanarlógini.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi, boðaði Løgmansskrivstovan frá í fráboðan seinnapartin hósdagin.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

- Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær.

Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

5

Størv

Rohde Nielsen søger Maskinmestre og Maskinister

Meira Umsóknarfreist:

Vit søkja eftir einum trolbassa til rækju- og frysti trolara

Meira Umsóknarfreist:

Nordiska ministerrådet i Köpenhamn söker rådgivare/seniorrådgivare inom kultur- och mediapolitik

Meira Umsóknarfreist: 17. mars 2025

Bókhaldari til IRF

Meira Umsóknarfreist: 16. mars 2025

Maskinstjóri til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 17. mars 2025

Skrivstovunæmingur til Posta

Meira Umsóknarfreist: 10. mars 2025

Hiddenfjord søkir eftir forfólki til alingina á Velbastað

Meira Umsóknarfreist: 03. mars 2025

Nordiska ministerrådet söker en engagerad direktör till NordForsk i Oslo

Meira Umsóknarfreist: 12. mars 2025

Skrivstovufólk til Mentanargrunn Landsins

Meira Umsóknarfreist: 06. mars 2025

Rohde Nielsen søger styrmænd til sandsugere

Meira Umsóknarfreist:

Deildarleiðari til Heilsu- og umsorganardeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mars 2025

Samskiftisfólk til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 09. mars 2025
6 Leygardagur 01. mars 2025

- Hetta var besta loysnin fyri politiska stevið

Aksel V. Johannsen staðfestir, at hann og Dennis Holm vórðu samdir um avgerðina. Hetta er eitt øðrvísi mál enn tað við Ingílin Strøm, sigur løgmaður

Tað gekk ikki long tíð frá endaligu niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini, til landsstýrismaðurin varð loystur úr starvi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit vildu ikki út í eitt misálitismál og eitt politiskt stríð. Støðan er óheppin, men vit hildu, at hetta var besta loysnin.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen millum annað, tá Kringvarpið tosaði við hann hóskvøldið. Løgmaður skuldi seta orð á, hví Dennis Holm nú er loystur úr starvi sum landsstýrismaður.

Løgmaður og nú fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiskivinnu- og samferðslumálum tosaðu saman hósdagin, og komu til niðurstøðuna. Aksel V. Johannsen noktar at hann hevur noytt Dennis Holm frá á nakran hátt. Heldur snúði tað seg um politiska stevið víðari hjá samgonguni.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum varð eisini spurdur um, hví hetta var øðrvísi enn í fjør, tá hann ikki loysti Ingilín Didriksen Strøm úr ltarvi. Tá endaði tað við misálitismáli.

Løgmaður staðfesti, at hetta einki hevur at gera við, hvønn flokk ein hoyrir til; tað snúði seg um hvat varð sagt á tingi, og málið við Dennis Holm snúði seg um heimildir - og tulkingar av tí.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

7 Leygardagur 01. mars 2025

Erling Eidesgaard fer úr Løgtinginum

Nú Dennis Holm er farin úr landsstýrinum, tekur hann aftur sæti á tingi

Erling Eidesgaard missir tingsessin, nú Dennis Holm er farin úr landsstýrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin varð boðað frá, at Dennis Holm varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður í fiskivinnu og samferðslumálum, og sostatt tekur hann aftur sæti í Løgtinginum fyri Tjóðveldi.

Ein avleiðing av hesum er, at Erling Eidesgaard, sum hevur sitið á Løgtingi sum triðja varafólk fyri flokkin, síðan sitandi samgonga bleiv skipað, missir sín tingsess.

Erling Eidesgaard fekk 216 atkvøður á seinasta løgtingsvali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

8 Leygardagur 01. mars 2025

Dennis Holm: - Soleiðis eru spælireglurnar í politikki

- Hóast eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so er tað ikki politiskt rumbul, sum skal fylla næstu tíðina, men heldur umráðandi málini

Frá landsstýrinum í løgtingi. Dennis Holm fer at sita sum tingmaður fyri Tjóðveldi restina av setini. Har skal nógv týðandi gerast fyri at flyta Føroyar, staðfestir hann í skrivi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg havi, í samráð við løgmann, tikið avgerð um at leggja frá mær sum landsstýrismaður. Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin er komin fram til, at eg havi handlað í heimildarloysi, tá ið eg í fjør gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Landsstýrismálanevndin sigur samstundis, at eg ikki havi
brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí eg havi handlað eftir ráðgeving frá aðalráðnum.

Dennis Holm staðfestir í skrivi hósdagin, at hann ikki við vilja býtti svartkjaftakvotuna óheimilað. Tað var eftir ráðunum hjá aðalráðnum, vísir fráfarandi landsstýrismaðurin í fiski- og samferðslumálum á.

- Ein partur snýr seg um løgfrøði og ein partur snýr seg um politikk. Hóast øll, eisini landsstýrismálanevndin, eru samd um, at eg ikki havi forbrotið meg í mun til ábyrgd landsstýrismanna, so eru okur, sum stjórnað landinum í hesum døgum, eisini samd um, at tað er ikki politiskt rumbul, sum tann næstan tíðin skal fara við, men heldur tey so sera týðandi málini, sum okur í felag arbeiða við. Mín persónur skal ikki standa í vegin fyri tí, sum okur hava sett okkum fyri at fremja, fólkinum at frama - og har eru jú fleiri stór týðandi mál ávegis, ikki minst á sjálvstýrisleið.

Les (Lesarin.fo): Takk fyri møguleikan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

9 Leygardagur 01. mars 2025

- Eri takksom fyri stuðulin og havi longu fingið nógv burturúr

Í samrøðu við Portalin dagin fyri Melodi Grand Prix setur Sissal, sum ikki hevur sovið so væl, orð á upplivingina higartil í Herning og hvat er fyri framman. Danska Melodi Grand Prix verður avgjørt í Herning í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Herning, Danmark (Portalurin) - Eg havi ikki sovið so væl tvær tær seinastu næturnar. Kroppurin merkir tað, nú tað nærkast.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kom annars til Herning longu mikudagin; millum annað fyri at fáa góðan náttarsvøvn og frið at hugsavna seg um fyrireikingarnar.

Í samrøðuni við Portalin setur hon orð á fyrireikingarnar og eisini tað at fáa hugna sær eitt sindur saman við toyminum handan "Hallucination" og hinum sjey Melodi Grand Prix-luttakarunum. Júst tað at njóta hesa tíðina er umráðandi fyri havnarkvinnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Næsta stóra samdøgrið snýr seg um hvíld, venjing og royndir. Í morgin seinnapartin er tað aðalroynd í Jyske Bank Boxen, sum eisini telur í metingini hjá dómsnevndini, og í annaðkvøld er tað sjálvt "show'ið". Sissal roynir at ikki so nógv um júst morgindagin, men staðfestir at hon fær nógv burturúr Melodi Grand Prix óansæð hvat.

- Eg havi fingið nýggjar lurtararar og fleiri fyrispurningar um live-framførslur. Hetta er eisini ein stór uplliving, so líkamikið um eg vinni ella ikki, so fái eg nógv burturúr at vera við.

Sí samrøðuna her:

Um føroyski favoritturin so vinnur, so kann hon koma við einum sterkum sangi og framførslu á degnum til Eurovision. Farið verður eftir nøkrum sterkum sjónbærum á pallinum - einum "visuellum úttrykki". Sissal Jóhanna staðfestir tó, at hon ikki fer at flúgva ella nakað á pallinum, men at tað verður "einfalt".


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

10 Leygardagur 01. mars 2025

Sissal roynir at lata vera at hugsa um favorittleiklutin

- Tað er ein veruligur møguleiki fyri at eg kann vinna, og eg veit, at eg hevði verið eitt gott umboð til Eurovision. Men alt kann henda í Herning, og eg skal vinna nógv hjørtu, sigur Sissal

(Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

"Hallucination" hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen er í løtuni stórfavorittur at vinna Dansk Melodi Grand Prix 2025, sum verður í Herning í kvøld. Tá vit tosaðu við havnarkvinnuna farna hósdag, bóðu vit hana millum annað fyrihalda seg til tað. 

- Eg royni at lata verða við at hugsa um favorittleiklutin, men tað er sjálvandi trupult. Serliga tá man hevur eina klára kenslu av áðrenn av, at "hetta kann verða ein vinnarasangur", og at so á ein hátt fáa eina staðfesting av tí. Men her eru nógvir sangir við, sum eru ekstremt góðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Veddingarfyritøkurnar eru eitt, men eitt annað er, hvat hendir á kvøldinum í Herning. Nógv hjørtu skulu vinnast, staðfestir Sissal.

- Júst tá eg hoyrdi um, hvat veddingarfyritøkurnar spáddu, so hugsaði eg eitt sindur: " Oh my God. Eg havi vunnið". Men tað nyttar ikki at hugsa soleiðis, tí at alt kann henda á degnum. Man skal raka rætt á pallinum við "showinum", og man skal vinna hjørtini á so nógvum øðrum enn veddingarfyritøkunum. 

Hóast hon kennir naka av trýsti, so ivast føroyska songkvinnan, sum er læraralesandi í Keypmannahavn, ikki í, at hon hevði verið eitt gott umboð til Eurovison. 

- Tað er ein veruligur møguleiki fyri at eg kann vinna, og eg veit, at eg hevði verið eitt gott umboð fyri Danmark í Eurovision og komið í finaluna har eisini. Men tað kann sjálvandi væl kiksa leygardagin, og tað hevði veruliga kenst sum eitt niðurlag - serliga nú tá eg standi sum favorittur.

Føroyski Rani Petersen (Reiley) vann Melodi Grand Prix í 2023. Til Eurovision varð hann ov stuttur til at røkka finaluni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

11 Leygardagur 01. mars 2025

Sissal er 12. føroyska umboðið í Melodi Grand Prix

Annika Hoydal gjørdi hol í sjógvin fyri 46 árum síðani. Rani Petersen er tann einasti føroyingurin, sum hevur vunnið seg til Eurovision

Sambært yvirlitum vit hava funnið fram til, hava 11 onnur við sterkum tilknýti til Føroyar roynt seg sum høvuðsnavn í danska Melodi Grand Prix'num (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Herning, Danmark (Portalurin) - Í 1979 gjørdust Annika Hoydal og Harkaliðið nummar fýra í Melodi Grand Prix . Tá var tað hildið í "TV-byen" í Søborg, og Tommy Seebach vann. "Aldan" er ein føroyskur sangur - síðani hava føroysku umboðini sungið á donskum ella enskum til Melodi Grand Prix. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tað gingu 23 ár, til ein føroyingur aftur stóð á Melodi Grand Prix-pallinum sum ein av høvuðspersónunum. Tað var klaksvíkingurin Pætur við Keldu, sum eisini hevði systurina Tóru við Keldu við sum viðsangara.

Í hesari øldini hevur verið rímiliga títt við umboðum úr Føroyum, ella sum hava sterkt tilknýti til Føroyar.

Tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen fer á pallin í Jyske Bank Boxen í kvøld verður hon tólvta føroyska "høvuðsumboðið" til danska Melodi Grand Prix. 

Hetta eru vit komin fram til eftir at hava hugt uppá søguna. Listin hjá eurovision.dk frá 2023 vísir eisini, at til og við Reiley vann tað árið, høvdu tíggju føroyskir sangarar/bólkar - ella høvuðsnøvn við sterkum tilknýti til Føroyar - kappast í Melodi Grand Prix.

Føroysk umboð í Melodi Grand Prix:
1979: Annika Hoydal
2002: Pætur við Keldu
2004: Petsi Tvørfoss
2008: The Dreams
2010: Jens Marni Hansen
2016: Kristel Lisberg 
2018: CARLSEN  (Carlsen systrarnar - Laila, Barbara og Vanja)
2019: Sigmund (Sigmund Tróndheim) - Uppvaksin í Danmark men hálvur føroyingur
2021: Jean Michel (Jean Michel Bay Helgason) - í stóran mun uppvaksin í Føroyum
2023: Reiley (Rani Petersen) Vinnari
2024: Janus Wiberg 
2025: Sissal (Jóhanna Norðberg Niclasen)

Rani Petersen úr Havn varð fyrraárið fyrsti føroyingurin at vinna Melodi Grand Prix. "Reiley" fekk flest atkvøður eftir framførsluna í Næstved og umboðaði síðani Danmark í Liverpool nakrar mánaðir seinni. "Breaking My Heart" vann seg tó ikki nóg nógv í evropeisku hjørtuni til, at føroyingurin kom í stóru finaluna.

Danmark leitar nú eftir fyrsta Eurovison-finalistinum síðani 2018. Spurningurin er so, um Sissal livir upp til favorittleiklutin í Jyske Bank Boxen og harvið sleppur til Sveis at stríðast fyri finaluplássið í mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

12 Leygardagur 01. mars 2025

Bussur fór út av vegnum

Beint fyri klokkan fimm mánamorgunin varð ein bussur hjá Bygdaleiðum tikin av einari hvirlu í Kollafjarðardali

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Beint fyri klokkan fimm mánamorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var tikin av einari hvirlu og farin út av vegnum í Kollafjarðadali.

Førarin var einsamallur í bussinum, sum ikki var í rutu.

Bussurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum aftur. Vindurin var so nógvur henda morgunin, at løgreglan hevði trupult við at arbeiða á staðnum.

Bussførarin gramdi seg um pínu og varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

13 Leygardagur 01. mars 2025

Føroyskur íverksetari savnar pengar inn til Ukraina

Peningurin skal brúkast til bilar sum skulu brúkast við hermótið í Ukraina. Saman við Bjarta Grunnveit Olsen er Heini Zachariassen farin undir innsavning

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kendi føroyski íverksetin Heini Zachariassen hevur saman við Bjarta Grunnveit Olsen, sum hevur verið hermaður í Ukraina, sett gongd á eina innsavning til bilar, sum verða brúktir á hermótinum.

Heini Zachariassen var í november mánað í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Saman við øðrum vóru ørindini at lata ukrainum 36 bilar.

Hesin túrurin hevði stóra ávirkan á Heina Zachariassen, sum í fleiri ár hevur arbeitt saman við Ukrainum. Hann sigur, at hann vil gera alt fyri at hjálpa Ukrainum.

[object Object]Heini Zachariassen saman við nøkrum av teimum, sum í november koyrdu bilarnar úr Estlandi til Ukraina

[object Object]Bilarnir verða keyptir brúktir og síðan umbygdir til sonevndar "NAFO truck"

- Tá vit vóru í Kyiv fingu vit eins smakk av, hvussu tað er at búgva í einum býi, har tað er kríggj. Hendan sama morgunin upplivdu vit dronu og rakettálop í Kyiv. Eingin av okkum kom til skaða, men soleiðis er tað ikki altíð, greiðir Heini Zachariassen frá.

- Tá eg sá at Bjarki Grunnveit Olsen kom út við bók um sínar upplivingar í krígnum hugsaði eg, at man kanska skuldi gjørt eina føroyska kampanju, sigur Heini Zachariassen, sum síðan setti seg í samband við víkamannin.

Í vikuni var so innsavning sett í gongd og í fyrsta umfari verða 19.500 evrur savnaðar inn. Tað røkkur til ein bil.

Bilarnir verða millum annað brúktir til at evakuera særdar hermenn og flyta útgerð til og frá hermótinum.

Til ber at stuðla her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

14 Leygardagur 01. mars 2025

Avlopið gjørdist 310 milliónir krónur

Innlánini eru hækkað heilt upp í 10 milliardir krónur. Sambært bankanum fáa umleið 5.500 føroyingar ágóðan av góða úrslitinum

Føroya Banki kunnger mikudagub roknskapin fyri 2024. Árið var sum heild merkt av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá samtakinum (Mynd: Føroya Banki)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- 2024 var merkt av øktari geopolitiskari óvissu, minkandi inflatión og lækkandi rentum. Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum, ið stava frá útlánsvøkstri, góðum virðisbrævaavkasti og øktum virksemi á íløguøkinum. Kundarnir hava av álvara tikið av møguleikanum fyri at fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, ið er 15 prosent samanborin við 2023. Bæði húsarhald og fyritøkur eru sum heild væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst aftur í okkara roknskapi fyri 2024, har lutfalsliga fá fíggjarlig tap vórðu staðfest. Hóast útlitini fyri 2025 eru góð, merkir lækkandi rentustøðið, at ársúrslitið væntandi verður lægri enn í 2024,

Soleiðis tekur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, samanum, í sambandi við, at ársroknskapurin hjá Føroya Banka varð kunngjørdur.

Talan var um eitt 2024, ið sum heild hilnaðist væl hjá bankanum, sum í fjør fór yvir aftur til navnið Føroya Banki.

Samanlagt var avlopið, eftir skatt, 310 milliónir krónur. Hetta eru tvær milliónir hægri enn í 2023.

Rakstraravlopið fyri niðurskrivingar var nakað lægri (245 milliónir krónur samanborið við 269 milliónir krónur í 2023). Bæði útlánini og innlánini hækkaðu - serliga innláinini sum fóru úr 8,7 milliardum krónum í 2023 til 10 milliardir.

Lækkandi rentur og talgild menning

Seinastu árini hava verið merkt av rentuhækkingum, men seinastu mánaðirnar er rentan lækkað í fleiri umførum, so hvørt sum inflatiónin er minkað. Hetta ávirkar kundar, ið hava lán til bústaðin, á ymiskan hátt.

- Meðan realkredittlán við skiftandi rentu fylgir marknaðinum neyvt, verður rentan á bankaláni við skiftandi rentu ásett av einstøku bankunum og er tengd at tjóðbankarentuni og handilsligum atlitum hjá bankunum. Tá ið rentustøðið er lækkandi, fæst bíligasta rentan aloftast við at velja realkredittlán við skiftandi rentu. Hetta er vanliga bíligasta bústaðarlánið, og tað er eisini galdandi í løtuni. Tó so hækkar rentan á hesum lánum eisini skjótari enn bankalán, tá ið rentustøðið er hækkandi.

Tíðliga í fjør valdi Føroya at gera netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. Meira enn 80 prosent av øllum innritanum í netbankan eru frá snildfonini, og bankin leggur seg eftir støðugt at menna sínar talgildu loysnir fyri at gera tað so lætt sum gjørligt hjá kundunum. Tí var tað ein varði á talgildu leiðini hjá bankanum, tá ið tað í desember varð møguligt hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur beinleiðis í netbankanum. Fleiri hundrað kontur eru longu stovnaðar við nýggju funkuni, og ætlanin er at menna enn fleiri funkur, ið fara at betra um kundaupplivingina á talgildu pallunum.

5.500 føroyingar fáa ágóðan av úrslitinum 
Umleið 5.500 føroyingar eiga tilsamans 55 prosent av partapeninginum í Føroya Banka - harav eigur landið 35 prosent - og hesir fáa ágóðan av góðu gongdini hjá samtakinum.

Á aðalfundinum tann 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 350 milliónir krónur - 36,46 krónur fyri hvørt partabrævið. Av hesum stava 217 milliónir krónur (70 prosent) frá ársúrslitinum, meðan 133 millónir krónur verða goldnar út fyri at røkka kapitalmálinum hjá samtakinum.

- Eftir útlutanina av vinningsbýtinum er Føroya Banki framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum.

Leiðslan væntar annars, at nettoúrslitið fyri 2025 verður nakað lægri: Millum 210 og 240 milliónir kr.

Ársroknskapurin 2024 hjá Føroya Banka í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt gjørdist 310 mió. kr. samanborið við 308 mió. kr. í 2023
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 245 mió. kr. samanborið við 269 mió. kr. í 2023
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 1 mió. kr. samanborið við 10 mió. kr. í 2023
  • Útlánini hækkaðu úr 8,9 mia. kr. í 2023 til 9,1 mia. kr.
  • Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 mia. kr. í 2023 til 2,7 mia. kr.
  • Innlánini hækkaðu úr 8,7 mia. kr. í 2023 til 10 mia. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

15 Leygardagur 01. mars 2025

Tryggja fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til farnetið

Føroya tele flytir nú sendistøðirnar á farnetinum úr tanastufelagnum í netfelagið sum liður í arbeiðinum at styrkja kappingina á fjarskiftisøkinum

(Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Tele fer nú at flyta sendistøðirnar á farnetinum úr sínum tænastufelag, Pf. FT Samskifti, yvir í netfelagið, Pf. Net. Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at økja um gjøgnumskygni og styrkja fríu kappingina á fjarskiftisøkinum.

Føroya Tele hevur sum yvirskipað mál, at samtakið skal virka neutralt mótvegis øllum fjarskiftisveitarum, tá talan er um at tryggja javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið.

Nema og Føroya Tele brúka somu sendistøðir á farnetinum, har bæði feløgini kunnu virka á sama tøkniliga grundarlagi, t.d. tá talan er um 5G. Feløgini hava samstundis hvør sína kjarnutøkni, har tey veita sínar serstøku tænastur í fríari kapping.

Sendistøðirnar á farnetinum hava altíð ligið í tænastufelagnum hjá Føroya Tele, Pf. FT Samskifti, og tær verða fluttar yvir í netfelagið, Pf. Net, sum við broytingini gerst heilsøluveitari av atgongd til alt fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele. 

Føroya Tele hevur arbeitt við hesum málinum í framhaldi av semjuni, sum Føroya Tele og Kappingareftirlitið gjørdu fyri einum ári síðani í tveimum kappingarmálum. 

- Føroya Tele hevur ein tvíbýttan leiklut í føroyska samfelagnum. Vit eru bæði tænastufelag í kapping við onnur, og sum alment partafelag og størsti leikari á fjarskiftismarknaðinum, skulu vit samstundis tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt dygdargott fjarskiftiskervi. Henda leiklutin skulu vit vera tilvitað um hvønn einasta dag, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. 

Týdningarmikið stig

Kappingareftirlitið hevur víst á, at tað er týdningarmikið fyri fríu kappingina, at Pf. Net hevur alt fjarskiftiskervið um hendi – eisini farnetið. 

- Føroya Tele er størsti leikarin á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og leikluturin hjá felagnum er í tveimum. Hetta stigið at flyta farnetið er við til at skapa størri tryggleika hjá teimum, sum hava hug at royna seg í kapping við Føroya Tele. Tað skuldi í slíkum málum minka um sannlíkindini fyri, at illgruni tekur seg upp um, at Føroya Tele ger mismun á egnum feløgum og kappingarneytum. Tað er týdningarmikið, at greiður innanhýsis skilnaður er ímillum tænastupartin og netpartin, sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum varðar av Føroya Tele, fegnast eisini um, at bygnaðurin í Føroya Tele samtakinum verður greiðari. 

- Eg havi leingi eftirlýst betri gjøgnumskygni á telemarknaðinum í Føroyum, ið er ein treyt fyri fríari kapping. Fría kappingin hevur við sær, at føroyski brúkarin rindar minni. Samskiftiskervið verður savnað á einum stað, nú farnetið verður flutt úr tænastufelagnum yvir í Pf. Net, og tað er eitt stig á leiðini at betra um kappingina, sum skal tryggja okkum brúkarum ein rímiligan prís. Eftir mínum tykki áttu feløgini tó at verið skild sundur í tvær sjálvstøðugar eindir, so eingin ivi var um hesa sjálvfylgju. Ætlanin er tí áhaldandi at arbeiða við at tryggja kappingina og gjøgnumskygni, sigur Bjarni Kárason Petersen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

16 Leygardagur 01. mars 2025

Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

Eitt mál um smugling av umleið 3,8 kilo av amfetamini og umleið 23 kilo av hassji skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku. Rættarfundirnir verða á Hotel Hafnia

Rættarfundirnir í næstu viku viku fara fram á Hotel Hafnia (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seks fólk – fimm menn og ein kvinna – eru ákærd fyri at hava smuglað umleið 3,8 kilo av amfetamini og umleið 23 kilo av hassji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari. Fýra av teimum ákærdu vóru handtikin í Føroyum í august í fjør, meðan tveir av teimum ákærdu vóru handtiknir í Danmark í januar í ár.

Øll seks fólkini hava sitið í varðhaldi síðani handtøkuna. 

Amfetamin er bólkað sum eitt serliga vandamikið og skaðiligt rúsevni. 3,8 kilo av amfetamini, sum málið snýr seg um, er ein óvanliga stór nøgd av amfetamini í Føroyum, og tann størsta einstaka nøgdin í einum máli higartil í Føroyum. 

Føroya Politi og NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) í Danmark hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið í málinum. Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.

Av tí at tað eru seks ákærd í málinum, sum øll sita í varðhaldi, eru hølini hjá Føroya Rætti í C. Pløjensgøtu ov lítil. Rættarmálið verður tí viðgjørt á Hotel Hafnia. 

Tíðindaskriv frá Føroya Politi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

17 Leygardagur 01. mars 2025

Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10 prosent í fjør

Í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í meðal - fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast renturnar hækkaðu nógv í 2022 og 2023, fluttu bústaðarprísirnir seg ikki stórvegis hesi árini.

Vanliga hava rentuhækkingar við sær, at bústaðarprísirnir fella, men í Føroyum hevur avmarkaða útboðið av bústøðum hildið hondina undir prísunum. Nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, har prísirnir aftur ganga uppeftir, skrivar Betri Heim í síni nýggjastu greining av bústaða- og sethúsamarknaðinum.

4,2 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn

Í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í miðal. Tað er 9 prosent meira enn í 2023, tá miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur.

Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur í fjør, samanborið við 2 milliónir krónur í 2023. Tað er ein vøkstur á 10 prosent.

[object Object]

Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur.

- Vit seldu munandi fleiri ognir í fjør samanborið við árið fyri, og gongdin sær út til at halda fram í ár. Við útlitum til fleiri rentulækkingar er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at fella, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Íbúðaprísirnir eru støðugir

Á íbúðamarknaðinum í Tórshavn hevur fermetraprísurin funnið eina legu um 35.000 krónur. Í fjør kostaði ein íbúðarfermetur 35.100 krónur í miðal. Tað er eitt vet minni enn í 2022 og 2023.

[object Object]

Íbúðirnar, sum vóru seldar í fjør, vóru tó størri enn íbúðirnar, sum vóru seldar árini frammanundan.

Hetta ávirkaði prísin, tí smærri íbúðir hava vanliga ein hægri fermetraprís. Javnseta vit støddirnar á seldu íbúðunum, var fermetraprísurin í fjør eitt prosent% hægri enn í 2023 og trý prosent hægri enn í 2022.

Fólkavøksturin er minkaður

Síðan 2013 hevur bústaðarmarknaðurin verið undir alsamt størri trýsti, tí útveganin av nýggjum búeindum hevur ikki staðið mát við vaksandi fólkatalið. Henda gongdin er so smátt vend, tí meðan fólkavøksturin er minkaður nógv seinastu trý árini, hevur talið á nýggjum búeindum verið støðugt.

Í fjør løgdust líka nógvar búeindir aftur at bústaðahópinum, sum tað løgdust íbúgvar afturat fólkatalinum. Enn resta kortini á leið 800 búeindir í, um lutfallið millum íbúgvar og búeindir skal koma niður á sama støði sum í 2013. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

18 Leygardagur 01. mars 2025

Arbeiðsloysið eitt prosent í januar

Hetta er eitt vet minni enn í januar mánaði í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Arbeiðsloysið í januar mánaði í ár var 1,0 prosent, sum er nakað meira enn í desember, men 0,1 prosentstig minni enn tað var í januar mánaði í fjør.

Tað vísa nýggjastu tølini fyri arbeiðsmarknaðin, sum Hagstovan kunngerð í dag.

Í januar vóru 318 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 20 færri enn árið fyri. 374 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri enn í januar í fjør.

Av teimum 318 fulltíðararbeiðsleysu, vóru 118 kvinnur, svarandi til eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hjá monnunum var arbeiðsloysið 1,3 prosent við 200 fulltíðararbeiðsleysum monnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Minst arbeiðsloysi í Sandoy

Arbeiðsloysið er minst í Sandoynni, har arbeiðsloysið var 0,5 prosent. Tað eru 0,9 proentstig lægri enn í januar í fjør.

Størsta arbeiðsloysið í januar var í Norðurstreymoyar øki, har tað lá á 1,3 prosentum.

Tey 25 til 34 ára gomlu eru harðast rakt av arbeiðsloysi. Í hesum aldursbólki var arbeiðsloysið 1,6 prosent. Minst er arbeiðsloysið hjá teimum 16 til 24 ára gomlu og teimum 45 til 54 ára gomlu, har tað lá á 0,8 prosentum.

Fleiri langtíðararbeiðsleys

Næstan 30 prosent av teimum arbeiðsleysu høvdu verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar. Í januar vóru 43 persónar, ella 11,5 prosent ,langtíðararbeiðsleys, sum vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Talið fyri langtíðararbeiðsleysar persónar var 12 fleiri í januar í ár enn januar í fjør, upplýsir Hagstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

19
Leygardagur 01. mars 2025

Allar umsóknirnar játtaðar

6.500 tons vórðu settar av til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, og inn komu átta umsóknir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2025 eru 6.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 31. januar.

Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 17.900 tons, og eftir innanhýsis viðgerð eru allar átta umsóknirnar játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 6.500 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar-og nýskapanarvirðið í royndunum.

Av játtaðu umsóknunum eru fimm til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Tríggjar av játtanunum eru latnar til reiðarí / skip. Í øllum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini. Talan er um royndir, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini ella góðskuna á fiskinum.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at sannlíkindini eru størri fyri, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

  • Spf. Gráastein, 1.050 tons
  • Pf. Varðin Pelagic, 800 tons
  • Pf. Netastovan, 1.000 tons
  • Spf. Sjógæti, 200 tons
  • Pf. Kinnfelli, 1.050 tons
  • Spf. Saga, 800 tons
  • Pf. Havsbrún, 1.000 tons
  • Pf. Faroe Marine Products, 600 tons

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2025

20
Leygardagur 01. mars 2025

Navigare selt Hav Sand

Navigare hevur átt Hav Sand seinastu knapt 14 árini

Hav Sand er selt av landinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Felagið Navigare í Søldafirði hevur selt Hav Sand av landinum.

Tað váttar Álvur Højgaard, reiðari, fyri Portalinum.

- Vit hava selt Hav Sand, og nýggju eigararnir yvirtóku mánadagin skipið, sum nú skal hava heimstað í Svøríki eftir at vit hava átt skipið í knapt 14 ár, sigur reiðarin við Portalin.

Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er selt fyri, men sigur, at tilgongdin er farin í gongd við at finna eitt annað skip fyri Hav Sand. 

Navigare keypti Hav Sand í 2011, og stytti síðani skipið hjá Mest í Havn umframt at skipið eisini bleiv bygt um til sjálvlossara, og síðani hevur skipið verið í fastari sigling hjá felagnum. 

- Seinasta lastin hjá skipinum bleiv ein last av fiskamjøli, sum varð sigld úr Sligo í Írlandi til Karmøy í Noregi. Tá ið hendan lastin varð leverað sigldi skipið til Gøteborg, har hann nú er latin nýggju eigaraunum, sigur Álvur Højgaard, reiðari.

Navigare eigur 11 skip umframt at felagið hevur fýra onnur skip í sigling. 

Navigare er eisini í holt við at byggja fýra nýggj farmaskip í Niðurlondum. Tað fyrsta verður latið Navigare í komandi ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

21 Leygardagur 01. mars 2025

Rúni Rasmussen er ikki longur kommunustjóri í Klaksvík

Partarnir hava endað samstarvið umleið eitt og eitt hálvt ár fyri tíð. John Færø, trivnaðarstjóri tekur yvir, til nýggur kommunustjóri er settur

Rúni Rasmussen hevur verið kommunustjóri í Klaksvík í trý og eitt hálvt ár
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, kommunustjóri, eru blivin samd um at enda samstarvið. 

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi í hóskvøldið.

Strandingurin tók við starvinum 1. august 2021. Sambært áramálsetingini skuldi hann røkja tað til 1. august 2026, men Rúni fer úr starvinum 17 mánaðir fyrr enn ætlað.

- Rúni Rasmussen steðgar formliga í starvinum 1. mars, men verður tøkur at ráðgeva býráðnum og umsitingini í nakrar mánaðir.

Klaksvíkar kommuna kunnar eisini um at tað verður John Færø, sum verður virkandi kommunustjóri, inntil nýggjur kommunustjóri verður settur. Klaksvíkingurin hevur seinastu mongu árini verið trivnaðarstjóri hjá kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

22 Leygardagur 01. mars 2025

Útbyggingin í Leirvík mett at kosta 95 milliónir krónur

Kanjon hevði tað lægsta boðið, 64 milliónir, í lisitatiónini. Nú fer Eysturkommuna undir at gjøgnumganga tey fýra tilboðini uppá verkætlanina við skúlanum

Mynd: Eysturkommuna
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin 26. februar var lisitatión upp á útbyggingina av skúlanum í Leirvík. 

Eysturkommuna skrivar, at fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata tilboð inn. Fýra tilboð komu inn. Tey vóru frá Búsetur, Kanjon, Articon og HVT.

Kanjon átti lægsta boðið: áljóðandi 64,5 milliónir krónur. Tað hjá HVT var slakar átta milliónir hægri - 72,1 milliónir. Articon hevði tilboð á 78 milliónir og Búsetur 80,5 milliónir.

Verkætlanin er samlað mett at kosta 95 milliónir krónur, upplýsir Eysturkommuna, fer nú undir at gjøgnumganga tilboðini.

- Útbyggingin fevnir um niðurtøku av pørtum av skúlabygningunum í Leirvík, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum v.m.

[object Object][object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

23 Leygardagur 01. mars 2025

Apotek letur upp í Miðvági og handkeypssølurnar halda fram

Hetta er ein liður í arbeiðinum at geva øllum føroyingum javnbjóðis atgongd til heilsutænastur

Jóhannis Joensen, tingmaður, saman við fyrrverandi og núverandi landsstýriskvinnum við heilsumálum, Margit Stórá og Súsonnu Bertholdsen (Mynd: Javnaðarflokkurin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrst í apríl letur nýtt apotek upp í Miðvági, og samstundis verður sjálvtøka sett upp við apotekið. Handkeypssølur verða framvegis, har tær eru í dag.

Tað kom fram í tinginum mikudagin, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, svaraði fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.

Seinastu vikurnar hevur orðaskifti stungið seg upp um møguleikarnar hjá fólki at keypa handkeypsheilivág í nærumhvørvinum. Í dag eru 19 handkeypssølur í økjum, har einki apotek er, og tær hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. Eisini er ein sjálvtøka uttan fyri Tjaldurs Apotek í Havn.

Landsstýriskvinnan gjørdi greitt, at tað er ikki ætlanin at lata aftur handkeypssølur, nú nýtt apotek verður latið upp í Vágum og seinni eisini í Hoyvík.

Í løtuni verður arbeitt við at seta fleiri sjálvtøkur upp. Sjálvtøkurnar verða í fyrstu atløgu settar upp uttan fyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið. Ein sjálvtøka verður sett upp uttan fyri nýggja apotekið í Vágum, sum verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp.

Í sjálvtøkum hava fólk møguleika at keypa handkeypsheilivág allar tíðir á samdøgrinum alt árið.

Tað var fyrrverandi landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá, sum eftir áheitan frá Jóhannis Joensen, tingmanni, tók avgerð um at lata upp nýtt apotek í Vágum. Hetta er ein liður í arbeiðinum at geva øllum føroyingum javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. 

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

24 Leygardagur 01. mars 2025

Nýggj ognarmeklarafyritøka á føroyska marknaðinum

Jákup Andrias Hansen, skrásettur og útbúgvin ognarmeklari, stendur aftanfyri Skift

Jákup Andrias Hansen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein nýggj ognarmeklarafyritøka er sett á stovn. Spf. Skift er eitt óheft og skrásett ognarmeklarafelag, sum veitir tænastur innan keyp og sølu av fastognum – bæði til privatar- og vinnuognir.

Við denti á dygdargóðari ráðgeving og gjøgnumskygni, bjóðar Skift eina heildartænastu til bæði keyparar og seljarar. Fyritøkan veitir m.a. vegleiðing í sambandi við keyp og sølu, upplýsingar um húsaskoðan og ognarskiftistrygging, umframt virðismeting av fastognum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Aftanfyri Skift stendur Jákup Andrias Hansen, ið er skrásettur og útbúgvin ognarmeklari við fleiri ára royndum innan keyp og sølu av fastogn. Erling Fles er eisini partaeigari í felagnum.

- Vit síggja eitt vaksandi ynski um óhefta ognarmekling í Føroyum. Við Skift ynskja vit at tryggja, at bæði keyparar og seljarar fáa eina dygdargóða og trygga uppliving gjøgnum alla sølu- og keypsgongdina, sigur Jákup Andrias Hansen, stovnari av Skift.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

25 Leygardagur 01. mars 2025

Kirkjuráðsval verður aftur 4. november

Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað, og fjórða hvørt ár er val

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. Fjórða hvørt ár er val, og síðsta val var 2. november 2021.

Ein nýggj seta byrjar fyrsta sunnudag í advent í valárinum, og harvið skal vera beint áðrenn tað. Fólkakirkjan skrivar, at valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði.

Tað er formliga álagt biskupi at kunna um valið og at hava ábyrgd av valinum. Verkliga er tað umsitingin hjá Føroya Stiftsstjórn, ið tekur sær av teimum yvirskipaðu og praktisku viðurskiftunum, ið eru tengd at valinum.

- Kirkjuráðið hevur fjølbroyttar og spennandi uppgávur at røkja. Komandi mánaðirnar verða nakrir tættir umrøddir á heimasíðuni. Á hesum sinni verður einans formliga boðað frá, at val verður 4. november 2025, skrivar folkakirkjan.fo, sum eisini vísir á ymisku atlitini hjá teimum yvir 60 kirkjuráðunum.

- Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.

- Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum  og av fyrisitingini hjá staðbundnu kirkjuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

26 Leygardagur 01. mars 2025

Nýggj frímerki frá Posta

Hesa ferð fevna frímerkjaútgávurnar víða og mynda eitt nú heimskendar flogskiparar, sum hava vitja oyggjarnar, hondbólt, avtoftaðu bygdina Víkar og heiðursútgávuna í sambandi við at fimmti ár eru liðin síðan fyrstu føroysku frímerkini komu út

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar fingu síni fyrstu frímerki fyri 50 árum síðan - tann 30. januar 1975. Útgávan fevndi um 14 ymisk frímerki, sum myndaðu gomul føroyakort og list. Tað var danska postverkið, sum stóð fyri útgávuni. Gott og væl eitt ár seinni varð Postverk Føroya stovnað - tann 1. apríl 1976, og síðan tá hevur føroyska postverkið givið út føroysku frímerkini.

Í sambandi við fimmti ára dagin verður eitt serligt smáark givið út í dag, sum er sett saman av nøkrum av teimum best kendu føroysku frímerkjunum – m.a. veðrinum og dansiringinum.

Heimskendir flogskiparar lenda í Føroyum
Tann 15. august 1924 lendi fyrsta flogfarið nakrantíð í Føroyum. Tað var italski flogskiparin Antonio Locatelli við manning, sum lendi við Dornier Wal vatnflúgvara sínum á Havnarvág.

Í Tingakrossi stóð hetta at lesa um hendingina: ”Fríggjakvøldið um 7 tíðina hoyrdist snøggliga úr landsynningi ein fjar surran, sum av skinnflugu, og í somu stund dagaði ein stórur grindalokkur upp sunnanfyri Nólsoynna. ”Flúgvarin!” róptu fólk og stardu hugtikin upp í loftið eftir hesum ókenda fari, ið nú larmaði so dúliga sum nakar motorbátur, eftirsum tað fleyg innyvir fjørðin, sneiddi eystureftir í ein boga dygst yvir Vaktarhúsbrekku og so yvir húsatekina út á vánna, har tað stiklaði úteftir við fullari ferð, vendi innaftur og legði seg friðaliga "fyri fortoyning" útfyri Tinganesi...”

[object Object]

Tað vakti somuleiðis ans, tá tað frættist at tann kendasti av flogundangongumonnunum, Charles Lindbergh, skuldi millumlenda í Føroyum. Hetta hendi í august 1933, tá Lindbergh lendi á Trongisvágsfirði við vatnflúgvara sínum. Við honum á ferðini var kona hansara Anne Morrow, sum vísti seg at vera navigatørur og telegrafistur á ferðini.

Listafólk er Janus Dam Guttesen.

[object Object]

Hondbóltur – Føroyar við á ovastu rók
Hondbóltssamband Føroya varð sett á stovn tann 19. apríl 1980, men skulu vit heilt aftur í 1920-árini, tá føroyingar byrjaðu at spæla hondbólt. Eftir eina heldur óstøðuga gongd og skert virksemi í áttati-, níti- og nullárunum, hevur ítróttagreinin aftur veruliga tikið dik á seg.

Við góðu gongdini, er áhugin fyri at spæla hondbólt í Føroyum methøgur í dag.

[object Object]

Feløgini eru 13 í tali og íðka á leið 3.100 hondbólt, og eru Føroyar tað landið við flest hondbóltsíðkarum fyri hvønn íbúgva. Føroyskir yrkisleikarar eru eisini at síggja í fremstu hondbóltsfeløgum og -kappingum í Evropa, og eru teir stórar fyrimyndir fyri børn og ung í Føroyum.

Frímerkini mynda Elias Ellefsen á Skipagøtu og Janu Mittún. Myndirnar hava Álvur Haraldsen og Uroš Hocevar tikið.

[object Object]

Víkar
Í 1833 settu fólk búgv á Víkum norðanvert í Vágum. Lítla bygdin taldi bert trý hús, og tá fólkatalið var av tí mesta, búðu 16 fólk í bygdini. Á Víkum vóru livilíkindini ikki góð, trupult var at koma til og frá, so hesi lítlu bygdini var stutt lív lagað.

Fólkið fækkaðist støðugt og í 1910 fluttu tey seinastu fólkini burtur, so at bygdin avtoftaðist.

Á Víkum er ógvuliga vakurt. Tann víða slættan við teimum høgu fjøllunum rundan um er stórbært at síggja. Útsýnið er frálíka gott norður í havið, og eystureftir síggjast miðvágsbjørgini fyri norðan og í fjarsýni Streymoyggin. Nógv ferðafólk koma hagar um summarið.

Myndina hevur Thomas Vikre tikið.

[object Object]

Til ber at keypa frímerkini á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um frímerkini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

27 Leygardagur 01. mars 2025

"Tú skal syngja tær ein sang" er ársins útvarpshitt

Vinnarin fekk 27 prosent av atkvøðunum, og tær vóru metnógvar í ár

(Savnsmynd: KVF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu dagarnar hevur verið møguligt at atkvøtt fyri ársins útvarpshitt 2024, og í sendingini Góðan Morgun Føroyar varð fríggjamorgunin avdúkað, at vinnarin í ár gjørdist "Tú skal syngja tær ein sang" hjá Jóannes Joensen.

Metnógvar atkvøður - 10.420 - komu inn til finaluumfarið, har lurtarar kundu velja millum tíggju sangir og vinnarin fekk heili 27 prosent av atkvøðunum - 2.864 atkvøður.

Nummar tvey gjørdist sangurin "Dugir tú at tosa føroyskt" hjá Lenu Anderssen við 18 prosent av atkvøðunum - 1.910.

Nummar trý gjørdist sangurin "Av øllum góða sum Guð hevur gjørt", sum Anna Louisa Mýri syngur. Sangurin fekk 11 prosent av atkvøðunum - 1.108 atkvøður.

– Hetta var fantastiskt, segði Jóannes Joensen. Hevði eg orkað at skríggja, so hevði eg skríggjað, segði Jóannes Joensen, eisini róptur Bass-Elvis, tá morgunsendingin kunngjørdi úrslitið fyri honum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

28 Leygardagur 01. mars 2025

“Svørt Orkidé” innstillað til bókmentavirðisløn

Vónbjørt Vang og hennara nýggja yrkingasavn eru innstillað til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vónbjørt Vang og yrkingasavn hennara “Svørt Orkidé”, sum í fjør fekk bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, er nú eisini innstillað til størsta bókmentaheiður í Norðurlondum, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tað varð kunngjørt hósdagin.

Um innstillingina verður sagt um Vónbjørt Vang, at hon er ein áhugaverd rødd á føroyska bókmentapallinum. Hon hevur fyrr givið út yrkingar og stuttsøgur í bókum ot tíðarritum. Fyrsta yrkingasavn hennara, “Millumlendingar” kom í 2011 og í 2017 kom yrkingasavnið “Djúpini”.

Tekstirnir kanna djúp menniskjalig sambond og ofta eisini, hvussu hesi eru forankrað í tíð og stað. Saman við “Svørt orkidé” kom “Úr loggbókunum”, sum setir orð á skrivigongd høvundans á ein persónligan, hugleiðandi og skaldsligan hátt, verður sagt í innstillingini.

Hini tilnevndu eru:

Danmark: “Dødebogsblade”, dagbókaskaldsøga eftir Madame Nielsen og “Insula”, skaldsøga eftir Thomas Boberg.

Finnland: “Rusetti”, skaldsøga eftir Anu Kaaja og “Min psykiater”, skaldsøga eftir Milja Sarkola.

Grønland: “Qaamarngup taartullu akisugunneri”, skaldsøga eftir Lisathe Møller

Ísland: “Náttúrulögmálin” skaldsøga eftir Eiriki Örn Norðdahl og “Armeló”, skaldsøga eftir Þordís Helgadóttir.

Noreg: “Under brosteinen, stranden!”, skaldsøga eftir Johan Harstad og “I vårt sted”, sjónleikur eftir Arne Lygre.

Samiska økið: “Goatnelle”, skaldsøga eftir Jalvvi Niillas Holmberg.

Svøríki: “Rubicon/Issos/Troja” yrkingasavn eftir Lotta Lotass og “Händelsboken” skaldsøga eftir Andrzej Tichý.

Áland: “Marconirummet”, yrkingasavn eftir Carina Karlsson.

Vinnarin verður kunngjørdur 21. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm. Vinningurin er 300.000 danskar krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

29 Leygardagur 01. mars 2025

Starvslønir latnar fyri fýra milliónir og íverksetanarstudningur fyri 300.000 krónur

Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av at latið 48 ymiskum fólki løn/studning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025

Tróndur Bogason fær starvsløn fyri alt árið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.

Starvsløn varð latin Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi, í 12 mánaðir og Kim Simonsen, rithøvundi, í 6 mánaðir

Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 32 milliónir krónur. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri 4,1 milliónir krónur.

Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum fýra llistafólki íverksetanarstudning fyri tilsamans 300.000 krónur. Tey eru Beinir Bergsson (bókmentir), Mariann Hansen (leiklist), Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist) og Simona Eivinnsdóttir (tónlist)

Fult yvirlit sæst her:

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

30 Leygardagur 01. mars 2025

Aqua-konsertin við Tjarnir avlýst - ov lítil áhugi

Tey sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Beint fyri jól var kunngjørt, at kendi danski bólkurin Aqua fór at spæla konsert við Tjarnir 8. mars.

Mikudagin boðari Stage.fo, sum er fyrireikari, frá, at konsertin sum eisini fevndi um bólkar sum Hamradun, Tinganest, Jens Marna, Ester Skála og onnur, verður av ongum. Konsertin er avlýst.

Aqua var tað heilt stóra í 90'unum og hava kend løg sum til dømis "Barbie Girl", "Around the World" og "Doctor Jones", men hetta hevur ikki lokkað nóg nógvar føroyingar til konsert við Tjarnir.

Tað eru ikki nóg nógv atgongumerki seld til at tiltakið skal bera seg, og tí er avgerð tikin um at avlýsa, siga fyrireikararnir.

Fyrireikararnir harmast um støðuna, men siga, at tey sum, hava keypt atgongumerki fáa pengarnar afturrindaðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

31 Leygardagur 01. mars 2025

Chapel Hart á Country Festivalin

Chapel Hart tók Amerika á bóli í 2022, tá ið tær í America's Got Talent fingu ‘Golden Buzzer’ knøttin hjá dómarunum at gløða

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað verður 'spika hamrandi feitt' tá America’s Got Talent 'Golden Buzzer' vinnararnir traðka á pall í Sørvági sum høvuðsnavnið leygarkvøldið, skriva fyriskiparar av Country og Blues Festivalinum í Sørvági.

Chapel Hart, er ein amerikanskur country tónleikabólkur úr Mississippi. Bólkurin er mannaður av teimum trimum songfuglunum: systrunum Danica Hart og Devynn Hart og syskinabarni teirra Trea Swindle. Tær hava sjálvstøðugt givið út fýra fløgur og ellivu stakløg. Í juli 2022 kappaðust tær í seytjandu sesongini av America's Got Talent. Framførslan hjá teimum av "You Can Have Him Jolene", sum er ein svarsangur til "Jolene" hjá Dolly Parton, var aðru ferð í søguni hjá røðini AGT, at ALLIR fýra dómararnir góvu einum bólki gull knøttin.

Tónleikurin hjá bólkinum er defineraður av teirra fantastisk vokalharmoni og ávirkan frá øðrum kendum kvinnuligum country sangarum.

Country og Blues Festivalurin verður í Sørvági 12. til 14. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

32 Leygardagur 01. mars 2025

Upprunasangarin í AC/DC á Tórsfest

Hann var upprunaligi sangarin í rokkfyribrigdinum AC/DC, og dugur sum fáur at syngja góðan, gamlan rokk. Dave Evans hevur síðan 1973 ferðast pall av palli, og hevur framført feitan rokktónleik

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dave Evans er avstraliumaður, og var ein av upprunaligu limunum í  AC/DC, sum seinni gjørdist eitt rokkfyribrigdi og kent um allan heim. Hansara sangstílur varð íblástur frá glamm rokk perioduni í 70’árunum, og sangháttur hansara matchaði ikki so væl við image´ið, AC/DC fór eftir miðskeiðis í 70unum, tá bólkurin vildi spæla ein skitnari rokkstíl. 

Tí fór Dave úr bólkinum, og fór at syngja við bólkum sum Rabbit og Thunder Down Under. Eisini hevur hann givið út tvær soloplátur. 

Hóast hann ikki hevur spælt við AC/DC í mong ár, so er knýtið til bólkin enn sterkt, og hann framførir ofta løg hjá bólkinum, so ein skal helst fyrireika seg til at skríggja við til onkrar AC/DC klassikarar.  

Tað vóru brøðurnir Angus og Malcolm Young, sum stovnaðu AC/DC í 1973 saman við Colin Burgess á trummum, Larry van Kriedt á bassi og Dave Evans sum sangara.

Dave Evans var bert við á fyrstu single-plátuni hjá bólkinum. Tá fyrsta LP-plátan hjá bólkinum, “High Voltage”, kom út í 1975 var tað við legendariska Bon Scott, sum sangara.

Bon Scott var forsangari í bólkinum til 1980, tá hann doyði bert 33 ára gamal. Síðan hevur Brian Johnson verið forsangari.

Rokkurin trívist á Tórsfest

Tórsfest leggur seg eftir, at hava eina fjølbroytta skrá, sum hevur mangt til tey heilt ungu, mangt til tey ið dáma popp, og mangt til teirra, sum elska rokk. Og við Dave Evans er enn eitt klassa rokknavn komið á plakatina.

Alt bendir á, at Tórsfest verður útselt í ár, tí atgongumerkjasølan hevur gingið við fúkandi ferð, siga fyrireikararnir.

Tórsfest verður í Vágsbotni beint fyri ólavsøku, fríggjadagin 25. juli. Fammanundan er greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og Kristina Bærendsen vera millum teirra, ið fara at framføra.

Atgongumerki til Tórsfest fáast á ebillett.fo, Effo í Gundadali og Føroya Tele kring landið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

33 Leygardagur 01. mars 2025

GØ til Jazzahead! sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð

Tað er ein varði í føroyskari jazzsøgu, at føroyskur bólkur nú sleppur við á prestisjufulla showcase-festivalin í Bremen í Týsklandi í apríl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jazzahead! tónleikamessan í Bremen, Týsklandi, er viðurkend sum ein av heimsins týdningarmestu fundarstøðum fyri jazzvinnuna. Sum størsta altjóða jazzmessan savnar hon tónleikarar, festivalfyriskiparar, plátufeløg, bókarar og vinnufólk úr øllum heiminum.

Við eini blanding av eini umfatandi messu, einum showcase-festivali og av fakligum netverksfundum virkar Jazzahead! sum ein týðandi pallur, ið mennir og styrkir altjóða marknaðin fyri jazz.

Umframt at vera eitt knútapunkt fyri vinnufólk, er Jazzahead! eisini ein týdningarmikil pallur fyri nýggj talent. Gjøgnum sín prestisjufulla showcase-festival fáa útvald listafólk møguleikan at vísa seg fram fyri einum altjóða áskoðaraskara av leiðandi fólkum innan vinnuna og tónleikaáhugaðum. Við sínari serligu samanseting av vinnu og livandi tónleiki hevur Jazzahead! staðfest seg sum ein ómissandi pallur fyri øll, ið arbeiða við jazzi.

Hóast festivalar sum Montreux Jazz Festival og North Sea Jazz Festival eru størri, tá tað kemur til áskoðarar og konsertir, skilir Jazzahead! seg út við at vera týdningarmesta vinnumessan fyri jazz á altjóða støði.

Hóast ein sterkan jazzpall, hevur eingin føroyskur bólkur framført enn á hesum viðurkenda festivali. Ikki fyrr enn nú. Vit hava nevniliga í dag ta stóru gleði at kunna kunngera, at føroyski jazzbólkurin GØ fer at framføra í Bremen, tá festivalurin verður í apríl.

Kristian Blak, sum er tann, ið veit mest um jazzpallin og jazzsøguna í Føroyum, segði soleiðis, tá hann fekk tíðindini:

- Havnar Jazzfelag og Tutl hava fleiri ferðir havt umboð við á Jazzahead! messuni í Bremen fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at gera føroyskan jazztónleik betur kendan uttanlands. Tó – ikki fyrr enn nú er tað eydnast at fáa ein føroyskan bólk at framføra á Jazzahead!. Hetta fer heilt víst at hava stóran týdning, ikki bara fyri GØ, men eisini fyri føroyskan jazztónleik sum heild, sigur Kristian glaður og leggur afturat: 

- GØ fer at vera eitt framúr gott umboð! Teir hava fingið frálíka góð ummæli fyri konsertir og útgávur teirra seinasta árið, umframt at teir hava fingið umtalu og hava verið spældir í útvørpum kring alt Evropa.

Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX) sigur:

- Tað er fantastiskt at síggja, at eisini jazzpallurin er í vøkstri í løtuni,.  GØ hevur fingið eina framúr góða altjóða móttøku av síni nýggjastu útgávu, og hetta er ein góð og virðismikil viðurkenning at taka við sær í ein so týdningarmiklan og góðan festival sum Jazzahead!. Eg havi stórt álit á, at teir kunnu gera vart við seg har, og at konsertin fer at føra við sær fleiri nýggjar møguleikar fyri teir.

Ólavur Gaard, oddamaður í GØ fegnast stórliga:

- Tað er stórt fyri okkum at sleppa at framføra á Jazzahead! Vit eru vísir í, at vit hava okkurt serstakt at bjóða jazzheiminum, so vit fara bara at framføra við somu orku, sum vit altíð gera. Vónandi kann hetta føra til, at fleiri fólk fáa eyguni upp fyri okkum og føroyskum jazzi sum heild, sigur Ólavur Gaard.

Limirnir í GØ eru Ólavur Gaard, Árni Jóhannesson, Hjørtur P. Háberg, Kristian Pauli Ellefsen og Sjúrður Zachariasson.

Jazzahead! verður í Bremen í døgunum 24. til 26. apríl. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

34 Leygardagur 01. mars 2025

Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará við nýggjari bók

Seinnapartin verður fernisering í Gallarí Havnará

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá Arnold Vegghamar seinnapartin hevur fernisering í Gallárí Havnará, verður samstundis høvi at ogna sær nýggja bók við Arnoldi.

Nýggja bókin við myndum og um myndlistina hjá Vegghamar er givin út í samstarvi millum Sprotan og Gallarí Havnará.

Somuleiðis vera nakrar úrvaldar plakatir settar til sølu. Plakatirnar eru gjørdar av hansara verkum til hetta serliga høvið.

Arnold Vegghamar er heiðursborgari á Viðareiði, og kanska heimsborgari í egnum alheimi. Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum.

Sum ungur var hann ein vetur á skeið hjá Jack Kampmann og Ingolvi á Reyni. Síðan fór hann í læru sum gull- og silvursmiður og arbeiddi sum gullsmiður eini 20 ár í Havnini. Hann verður nú 88 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betur umtóktir enn nú.

Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri i náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.

Ferinisering verður í dag, leygardagin 1 . mars kl. 16 til 18. Framsýningin er opin hvønn dag fram til 15. mars frá kl. 16 til 18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

35 Leygardagur 01. mars 2025

TROM-skaparin víðkar virksemið við deild í London

Torfinnur Jákupsson hevur stovnað eitt systurfelag til føroyska GRÓ Studios, Red Herring Story. Navnið hevur ein tvítýdning, og felagið skal gera stórar framleiðslur - endamálið er samstundis at fáa føroyskt drama og føroysk talent longri út um landoddarnar

- Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari frásøgu. Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. Við nýggjari deild í London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða (Mynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

TROM-skaparin Torfinnur Jákupsson víðkar nú sítt virksemi við almennu lanseringini av Red Herring Story, eitt bretskt systurfelag hjá føroyska GRÓ Studios, sum varð stovnað í 2022. Nýggja menningarfelagið hevur høvuðssæti í London við fokus á altjóða samframleiðslur afturat verandi verkætlanum í Føroyum og Norðurlondum.

Almenna lanseringin fór fram á vinnustevnuni MIP London, sum var hesa vikuna. Har skuldi føroyski filmshøvundurin og -framleiðarin Torfinnur Jákupsson avdúka fyrstu verkætlanirnar hjá Red Herring Story. Við GRÓ Studios sum framhaldandi drívmegi handan føroysku og norðurlendsku verkætlanirnar, leggur Red Herring Story dent á bretska dramamarknaðin.

- Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari
frásøgu. Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. Við nýggjari deild í
London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða,” sigur Torfinnur Jákupsson. Talan er um menning innan bæði fiktión og faktuelt. Í fyrstu atløgu er fokus á samfelagsliga viðkomandi brotssøgur og serstakar staðsetingar, sum viðgera samtíðarevni ígjøgnum eina politiska, umhvørvisliga og journalistiska linsu.

Sambært Torfinni er vónin at sameina tað besta úr norðurlendskum og bretskum
sjónvarpi, og navnið sjálvt á felagnum hevur eisini ein tvítýdning.

- Á enskum sipar ein ‘red herring,’ ella roykt sild á føroyskum, til eina villleiðing. Til tað, sum goymir seg undir yvirflatuni. Okkurt, ið áhaldandi fær áhoyraran og
áskoðaran at ivast og seta spurnartekin við tað, sum verður borðreitt við. Sum
filmshøvundur frá eini fiskitjóð hugsaði eg, at hesin tvítýdningurin hóskaði seg til eitt nokkso stuttligt navn, hugleiðir Torfinnur.

[object Object]

Red Herring Story er longu í samráð við samstarvsfelagar í Norðurlondum, Evropa, Bretlandi, USA og Suðuramerika, og fleiri tíðindi verða væntandi avdúkað seinni í ár.

- Vit seta fokus á fjølbroyttar søgur við sterkum staðbundnum dýpi, sum tó eisini raka ein breiðari altjóða pall, sigur Torfinnur.

Ein av fyrstu bretsku verkætlanunum hjá Red Herring Story er ein sonevndur
‘corporate crime thriller’ (vinnulig brotssøga), sum fer fram í fíggjardeplinum í Canary Wharf í London, har Torfinnur sjálvur áður hevur starvast sum journalistur. Í sendirøðini verður rannsakað í myrkum loynidómum innan altjóða fíggjarheimin,
"greenwashing’ og politiska ávirkan. Umframt fiktivar røðir kemur Red Herring Storyv eisini at menna faktuellar røðir og format, harímillum dokumentar- og realityrøðir við einum "thriller" dámi.

- Tað er ein strategisk víðkan av verandi virksemi í Føroyum og Norðurlondum, har vit longu hava fleiri framleiðslur í stoypiskeiðini. At koma beinleiðis inn á bretska marknaðin í einum kreativum vinnumiðdepli sum London er gullvert og hevur longu skapt fleiri nýggjar møguleikar, sigur Torfinnur.

Eftir altjóða bragdið við TROM er endamálið samstundis at fáa føroyskt drama og
føroysk talent longri út um landoddarnar.

- Vónin er, at hetta kann vera enn eitt stig framá fyri føroyska filmsvinnu og føroyskt drama úti í heimi. Partur av endamálinum er nevniliga eisini at royna at hjálpa øðrum, ið arbeiða við síni fyrstu stóru verkætlan sum filmshøvundur, framleiðari ella leikstjóri, at bróta ígjøgnum, sigur føroyski framleiðarin at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

36 Leygardagur 01. mars 2025

Her eru FMA-tilnevningarnar

FMA 2025 verður í Varpinum 21. mars

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

21. mars verða føroysku tónlistavirðislønirnar latnar tá ársins FMA verður í Varpinum í Klakvík.

Hósdagin vóru tilnevningarnar kunngjørdar. Sum heild er Eivør væl umboða í ársins tilnevningum.

Tey tilnevndu eru:

Ársins útgáva
Brimheim - Ratking
Eivør - Enn
Lena Anderssen - State of the Land
Hamferð - Men Guðs Hond Er Sterk
Lea Kampmann – Seinferð

Ársins ser-útgáva
Tjant - Ógreiða
GØ – Ævir, amen
Flytifólk - Flytifólk
Sunleif L. Rasmussen - Regin Smiður
Jósef Zachariassen - Fugloy

Ársins sangur
Romeo - Beinir
Dugir tú at tosa føroyskt - Lena Anderssen
Hugsi bert um teg - Eivør
Tosa við meg - Ókendir
Setandi sól - Heidrik, Guðrið Hansdóttir

Ársins tónaskald (skapa)
Helena Heinesen Rebensdorff
Eivør Pálsdóttir
Sunleif Rasmussen
Lena Anderssen
Pauli Í Sandagerði

Ársins spíri
gówa
Ókendir
hettarher
Jólasoul
Simona Paula

Ársins tónleikari (framføra)
Harald Fonsdal Johannesen
Ari Johannesen
Jón Festirstein
Rógvi á Rógvi
Kristian Pauli Ellefsen

Ársins tekstur
Mánadrongur - Trygvi Danielsen
Nú ert tú moldin - Lea Kampmann og Teitur Lassen
Lívsandin - Marjun Syderbø Kjelnæs
Tekin uppá lív - Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge)
Nætur níggju - Hamradun (Pól Arni Holm)

Ársins Myndlistarligi Samleiki
Aggrasoppar
Joe & The Shitboys
Hamferð
Silvurdrongur
Eivør

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

37 Leygardagur 01. mars 2025

Týskland: CDU vann valið

Sunnudagin var val til týska samveldistingið, og Friedrich Merz, formaður í CDU, stendur til at gerast nýggjur kanslari

Friedrich Merz, formaður hjá konservativa flokkinum CDU (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Konservativi flokkurin CDU og systirflokkurin í Bayern, CSU, gjørdust vinnararnar av valinum til týska samveldistingið sunnudagin við tilsamans 28,6 prosent av atkvøðunum.

Tað framgekk av endaliga valúrslitinum, sum varð kunngjørt mánanáttina.

Næststørsti flokkurin gjørdist høgraviðgongdi flokkurin Alternative für Deutschland (AfD) við 20,8 prosentum av atkvøðunum. Tað er ein stór framgongd í mun til á seinasta vali í 2021, tá flokkurin fekk 10,4 prosent av atkvøðunum.

Forkvinnan í flokkinum, Alice Weidel, fegnaðist um søguliga úrslitið og segði, at flokkurin er opin fyri at gerast partur av einari komandi samgongu.

Friedrich Merz, formaður hjá CDU, sum stendur til at gerast nýggjur samveldiskanslari eftir sosialdemokratiska Olaf Scholz, hevur tó fleiri ferðir undir valstríðnum útihýst eitt møguligt samstarv við AfD.

Núverandi stjórnarflokkarnir, sosialdemokratiska SPD og Tey Grønu, hava fingið ávikavist 16,4 og 11,6 prosent av atkvøðunum. Báðir flokkarnir eru møguligir samstarvsfelagar fyri CDU.

Merz sigur, sambært Ritzau, at miðjað verður eftir at hava eina nýggja stjórn klára miðskeiðis í apríl.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

38 Leygardagur 01. mars 2025

– Trump leggur ikki í Evropa

Evropa noyðist at styrkja sína egnu verju og gerast meira óheft av USA, sigur formaðurin í størsta týska flokkinum, CDU

Friedrich Merz, formaður í CDU og helst komandi samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Evropa noyðist at styrkja sína egnu verju og gerast minni bundið av USA, sigur Friedrich Merz, formaður í flokkinum CDU, sum vann týska valið sunndagin.

– Eg hevði ikki trúð, at eg skuldi siga hetta í einari sjónvarpssending, men eftir seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump (amerikanski forsetin, red.) í síðstu viku, er greitt, at amerikanarar ikki leggja í lagnuna hjá Evropa, segði Merz í formansumfarinum í týskum sjónvarpi sunnukvøldið, sambært Ritzau.

– Hjá mær fær tað at styrkja Evropa skjótast gjørligt hægstu raðfesting, so vit stig fyri stig veruliga kunnu gerast óheft av USA, tá tað snýr seg um verjuspurningin.

– Eg eri spentur at síggja, hvat fer at henda frá nú og til Nato-toppfundur verður síðst í juni, segði hann og legði afturat, at hann ivast í, um tað enn verður talan um Nato í sínum núverandi líki, ella um tað verður neyðugt at stovna ein óheftan evropeiskan verjufelagsskap.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

39 Leygardagur 01. mars 2025

Noreg og Danmark samd um økt hernaðarsamstarv

Mette Frederiksen og Jonas Gahr Støre sísa á, at londini kunnu fáa gagn av hvørjum øðrum í sambandi við eitt nú eftirlit, hernaðarvenjingar og framleiðslu av hernaðarútgerð

Mette Frederiksen og Jonas Gahr Støre á fundi í Samak felagsskapinum í Oslo týsdagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Noreg og Danmark fara nú undir tættari samstarv á verjuøkinum. Sosialdemokratisku statsministararnir, Jonas Gahr Støre og Mette Frederiksen, eru samd um størri samstarvi í sambandi við at verjurnar í londunum nú verða dubbaðar.

Tað søgdi tey bæði í eini samrøðu við Ritzau tíðindastovuna týsdagin.

- Hvørt sær eru vit smá lond. Vit kunnu nógv í stórum samstørvum, men vit kunnu eisini nógv í Norðurlondum, um vit samskipa okkara samstarv uppaftur betri. Tí taka vit hetta týðandi stigið, sigur Mette Frederiksen.

Tey bæði hava brúkt fitt av tíð saman í seinastuni. Fyrst fóru tey til Ukraina saman mánadagin, og týsdagin vóru tey bæði í Oslo til eina ráðstevnu saman við floksfeløgum úr Norðurlondum í felagsskapinum Samak.

Á fundinum tingaðust Mette Frederiksen og Jonas Gahr Støri eitt nú um tættari samstarv á verjuøkinum.

Hvat hetta samstarv inniber, fara tey at greiða nærri frá, seinni vár, men høvuðskósin verður stungin út nú.

Jonas Gahr Støre greiddi frá, at Danmark og Noreg skulu samstarva á teimum økjum, har londini hava felags landafrøðilig áhugamál, so sum Norðsjógvin, innsiglingina til Eystrasalt og Arktis.

Talan kann eisini verða um felags hernaðarligar venjingar, felags innkeyp og samstarv í tá tað snýr seg um at finna røttu útgerðina.

Til dømis kunnu Noreg og Danmark eisini samstarva um viðlíkahaldið av F35-flogførunum, vísir Jonas Gahr Støre á.

Tey tosaðu eisini um at økja framleiðsluna av útgerð til verjuna.

- Vit eru samd um at styrkja hernaðarídnaðin fyri at kunna framleiða tað, sum vit hava tørv á, segði norski forsætisráðharrin.

Mette Frederiksen væntar, at økta spenningsstøðið í Arktis fer at vaksa uppaftur meira sum tíðin gongur. Her kunnu Danmark og Noreg vera felags um eftiransingina av økinum.

Danska stjórnin boðaði í farnu viku frá eini ætlan um at brúka nógv fleiri pengar upp á at styrkja eftirlit og verju í komandi árum.

Les eisini: Danir seta 120 milliardir av til verjuna 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

40 Leygardagur 01. mars 2025

Russar hertikið 11 prosent av Ukraina seinastu trý árini

Mánadagin vóru trý ár liðin síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina

Fleiri heimsleiðarar eru farnir til Kyiv í dag at markera, at tað í dag eru trý ára dagin fyri russisku innrásina (Mynd: EPA9
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin vóru trý ár liðin síðan russisku innrásina í Ukraina. Síðani hevur Russland hersett fleiri øki í Ukraina, fleiri milliónir fólk eru flýdd undan krígnum, og túsundatals fólk - bæði sivilfólk og herfólk - hava latið lív.

Síðan innrásina 24. februar 2022 hevur Russland hertikið 11 prosent av Ukraina, vísir nýggj greining hjá CNN, sum byggir á upplýsingar frá The Institude for the Study of War.

Men verður Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014, tald við, hava russar seinastu góðu tíggju árini tikið 18 prosent av Ukraina.

Mett verður, at 6,3 milliónir ukrainar eru flýddir til onnur lond í Evropa seinastu trý árini. M.a. eru 1,2 milliónir flýddir til Týsklands, ein millión til Polands, og 390.000 til Kekkia. Sambært Løgmálaráðnum upplýsti Útlendingastovan í november, at 242 ukrainar høvdu fingið uppihaldsloyvi í Føroyum.

Sambært mannarættindaskrivstovuni hjá ST verður mett, at 42.000 sivilfólk eru dripin ella særd í Ukraina undir krígnum, men tað er torført at meta um, hvussu nógv herfólk eru dripin, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

41 Leygardagur 01. mars 2025

Lýggja veðrið hevur hjálpt ukrainum í vetur

Hesin veturin hevur ikki verið so kaldur – av tí sama hava russisku álopini á streym- og vatnveitingina ikki havt sama virknað hesaferð

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, kom mánadagin til Kyiv við toki saman við fleiri evropeiskum statsleiðarum, í sambandi við ársdagin fyri álopið á Ukraina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin vóru trý ár síðan, at Russland fór í kríggj í Ukraina. Hetta er sostatt triði veturin, har ukrainar hava skula vant seg við brot á streymveiting og vatnveiting, orsaka av russisku álopini á serliga undirstøðukervið.

Serliga hesi álopini hava verið orsøk til, at  nógvir ukrainar hava verið noydd at flýggja heimanífrá – antin til onnur lond ella til onnur øki í landinum.

Fryktað varð fyri vetrinum hesaferð, men takkað verið ein óvanliga lýggjan vetur, og førleikanum hjá Ukraina at at laga seg umstøðunum, hevur veturin hesaferð ikki verið so ringur at koma ígjøgnum, sum teir undanfarnu, skrivar dr.dk.

Tá heystið fór at halla og veturin nærkaðist varð óttast fyri, at ukrainar fóru at frysta og ikki megna at standa ímóti álopunum á orkukervið.

Tí ukrainsku vetrarnir eru harðir at koma ígjøgnum uttan hita og við avmarkaðari streymveiting. Russisk álop á orkukervið hevur verið eitt amboð í krígnum móti Ukraina.

Ukraina hevur vanliga heit summur og kaldar vetrar, eins og vanligt er í londum við meginlandsveðurlagi. Kavi og frost eyðkenna vetrarmánaðirnar, men henda veturin hava tey merkt veðurlagsbroytingarnar í Ukraina.

Í desember mánaði var miðalhitin í Kyiv 0,0 stig, upplýsir ukreinska veðurstovan. Hetta er 1,8 stig hægri enn vanligi vanligi miðalhitin í høvuðsstaðnum. Eisini lá hitin oman fyri frostmarkið hvønn dag ta seinastu vikuna í januar, og hetta er met fyri landið. Hitamet vóru sett bæði 28. og 29. januar. Miðalhitin 29. januar var 7,1 stig, sum svarar til tað, ein vanliga upplivir í apríl mánaði, upplýsir ukrainska veðurstovan.

Hesa vikuna er veðrið nakað kaldari enn vanliga í Ukraina, men fyrstu vikuna í mars verður roknað við lýggjari veðri aftur, nøkur stig hægri enn vanligt er fyri árstíðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

42 Leygardagur 01. mars 2025

Haraldur S. Hammer nýggjur formaður í SEV

Sylvia Thomsen er nýggj varaforkvinna

Haraldur S. Hammer og Sylvia Thomsen (Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á eykaaðalfundi hjá Sev fríggjadagin varð nýggj nevnd vald. Nevndin hevur sjey limir sum umboða hvør sítt øki í Føroyum.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Haraldi S. Hammer (Sunda kommuna) sum formanni og Sylviu Thomsen (Klaksvíkar kommuna) sum næstforkvinnu. Haraldur S. Hammer var næstformaður í seinastu nevnd og er einasti nevndarlimur, sum heldur fram í nýggju nevndini. 

Í nevndina komu:

Suðurstreymoy: Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Annita á Fríðriksmørk (Tórshavnar kommuna), varalimur
Eysturoy: Tórbjørn Jacobsen (Rúnavíkar kommuna), Suni í Hjøllum (Nes kommuna) varalimur
Norðoyggjar: Sylvia Thomsen (Klaksvíkar kommuna), Anfinn í Toft (Klaksvíkar kommuna), varalimur
Sandoy: Winnie Kjærbo (Skopunar kommuna), Rúni Winther (Sands kommuna), varalimur
Suðuroy: Arni Teindal (Famjins kommuna), Marin Gaardlykke (Vágs kommuna) varalimur
Norðurstreymoy: Haraldur S. Hammer (Sunda kommuna), Lena Dam (Sunda kommuna) varalimur
Vágar: Hans Kári Hansen (Sørvágs kommuna), Jóanis Albert Nielsen (Vága kommuna) varalimur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

43 Leygardagur 01. mars 2025

Nú verður avlopsel gagnnýtt

Skipan við útboði av avlopsstreymi skal tryggja, at meira vindorka verður gagnnýtt

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir at hava samskift í eina tíð um eina loysn fyri gagnnýtslu av vindorku, sum er til avlops í elskipanini, eru Sev og Elveitingareftirlitið komin ásamt um at gera eina skipan, sum væntandi verður klár at seta í verk í mai í ár, boðar SEV frá á heimsiðuni. 

Tá vindmyllurnar til tíðir framleiða meira elorku enn eftirspurningur er eftir í elskipanini, fer avlopið fyri skeytið. Avlopsel er við øðrum orðum tann parturin av vindorkuframleiðsluni, sum ikki kemur til høldar á elnetinum, tí pláss er ikki fyri honum, og sum tí ikki verður gagnnýttur.

Fyri at fáa sum mest av vindorkuni til høldar, verður nú arbeitt við eini skipan, har vindorkan, sum ikki verður gagnnýtt av vanligari nýtslu, kann bjóðast út millum einstakar stórar brúkarar.

[object Object]

Ein fyritreyt fyri at luttaka í nýggju skipanini er, at móttakarin er íbundin háspenningsnetið (10, 20 ella 60kV), og veitingin verður stýrd beinleiðis úr kontrollrúmi hjá Sev. Harumframt er tað ein fyritreyt, at avlopselið verður brúkt til nýggja elnýtslu, sum kemur ístaðin fyri oljunýtslu hjá einstaka brúkaranum, td, hitaskipanir, processvarma o.l.

Móttakararnir, sum bjóða upp á avlopsorkuna, mugu somuleiðis góðtaka og liva við, at veitingin av avlopsorku ikki er støðug. Veitingin verður avbrotin, tá tørvur er á allari vindorkuframleiðsluni á netinum til vanliga nýtslu.

Ætlandi verður skipanin klár at seta í verk innan tríggjar mánaðir, og í næstum verður alment útboð av ávísum brúksmátti eftir nærri treytum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

44 Leygardagur 01. mars 2025

Vágsverkið lagt um til gassolju

Elskipanin í Suðuroy er nú vorðin enn grønari enn hon var frammanundan. Ein royndarskipan er í gongd, sum hevur við sær, at síðan 29. januar í ár hava motorarnir á Vágsverkinum koyrt við gassolju

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrimunirnir við nýggju royndarverkætlanini eru nógvir, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. M.a. tí at gassoljan:
  • er reinari og lættari at fáast við
  • dálkar ikki umhvørvið á sama hátt sum tungolja
  • skal ikki haldast heit fyri at kunna brúkast
  • viðførir ikki somu mongd av slam ella evju, sum skal handfarast og burturbeinast á forsvarligan hátt

Tað hevur kravt eina umlegging og umfatandi reinsing av motorum og tangum, sum enn ikki er heilt liðug.

Umleggingin í Vági er ein roynd, sum skal vara í eitt ella tvey ár. Hareftir kann staðfestast, um tað er fíggjarliga forsvarligt ella ei, og tá kann avgerð takast um hvørt hetta er endaligt. 

[object Object]

Í løtuni eru ikki ítøkiligar ætlanir um at leggja um til gassolju á Sundsverkinum.

- Fyrimunirnir eru nógvir, meðan vansarnir við at leggja um fyrst og fremst eru fíggjarligir, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá Sev.

- Tungolja er bíligari enn gassolja, og um alt Sundsverkið skal leggjast um til gassolju, verður so stórur munur á kostnaðinum av at reka verkið, at tað fer at síggjast aftur í elprísinum hjá brúkarunum.

Tað er eisini ymiskt, hvussu verkini bæði eru sett upp, og hvussu nógv tey koyra. Vágsverkið koyrir nógv færri tímar um árið nú, so oljunýtslan er munandi minkað. Í 2024 lá Vágsverkið stilt í tilsamans 110 samdøgur, meðan vindur, sól og battarískipanin syrgdu fyri streymi til suðringar.

- Vágsverið hevur harumframt líka frá byrjan verið hitað vil el-orku. Soleiðis skilt, at tann orkan, sum hevur verið nýtt til at halda oljuna heita á Vágsverkinum hevur verið elorka, meðan oljan á Sundsverkinum verður hildin heit av dampi. Tað merkir, at á Vágsverkinum er ein fíggjarlig sparing við at leggja um til gassolju, sum ikki er tann sama á Sundsverkinum, sigur Heri Mortensen.

Síðstu droparnir av tungolju verða í løtuni reinsaðir út úr seinasta motorinum á Vágsverkinum, og væntandi verður verkið væl lættari og reinari at reka eftir hesa umlegging.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

45 Leygardagur 01. mars 2025

Nýggjur evropeiskur orkurisi: Shell og BP leggja saman?

Leysasøgur eru farnar at ganga í altjóða miðlum um, at tey bæði stóru oljufeløgini Shell og BP, skrásett í Bretlandi, umhugsa at leggja saman og harvið gerast ein evropeiskur orkurisi, sum vil nakað

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir í kjalarvørrinum á fleiri øðrum samanleggingum av orkufeløgum bæði í Evropa og í USA. Endamálið við samanleggingini av Shell og BP, skrivar The Mail on Sunday, er at kunna taka kappingina upp við eitt nú franska TotalEnergies og amerikonsku oljufeløgini ExxonMobil og Chevron.

BP hevur annars stórar innanhýsis trupulleikar, bæði orsakað av stóru afturgongdini í fjør, og nú partabrævaeigarar vilja ganga ymsar vegir. Tað eru partaeigarar, sum eru vornir ørkymlaðir av fíggjarligu støðuni hjá felagnum og sum halda, at felagið hevur lagt seg ov nógv á grønu leiðina, sum ikki gevur yvirskot. Týðandi partaeigarar vilja hava leiðsluna at minka um grøna virksemið og selja út av tí.

Tað ljóðar eisini, sambært Offshore Magazine, at stjórin í BP, Murray Auchincloss, er undir stórum trýsti undan einum avgerandi partaeigarafundi 26. februar m.a. orsakað av vánaligu íløgunum í grøna orku. Hann fer tá at leggja fram eina nýggja strategi fyri felagið, sum skal fáa BP aftur á rættkjøl.

[object Object]

Eygleiðarar siga, at ein samanlegging millum Shell og BP gevur góða meining, soleiðis sum teirra støða er og sum støðan er á marknaðinum. Hetta kann fara at løna seg fyri feløgini bæði, sum standa fyri sera stórum útreiðslum í sambandi við olju- og gassvirksemi, har kapitalkostnaðurin er farin upp í loft.  Við samanlegging kunnu feløgini fremja sparingar og fáa virksemið meira effektivt. Og tey kunnu bjóða øðrum stórum orkufeløgum av í altjóða kappingini. 

Herfyri gjørdu orkufeløgini Ithaca Energy og ENI av at leggja ognirnar og virksemið í bretska partinum av Norðsjónum saman í eitt og sama felag. Tað sama er við at henda við feløgunum Equinor og Shell, sum hava sagt frá, at tey arbeiða við at leggja teirra ognir og virksemi í bretska partinum av Norðsjónum saman í eitt nýtt felag.  

Stóri spurningurin, tá tað kemur til samanleggingar av oljufeløgum og teirra virksemi, er um hetta verður gjørt fyri eitt ávíst øki ella feløgini ganga fult og heilt inni fyri eini samanlegging, uttan um til hvar í heiminum tey arbeiða. 

Ein samanlegging av Shell og BP kann gera, at felagið nærkast amerikanska orkurisanum ExxonMobil í marknaðarvirði.

Keldur: Offshore Magazine, Offshore Energy, The Mail on Sunday

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

46 Leygardagur 01. mars 2025

Kyndil endurvann Faxe Kondi steypið hjá kvinnum

Neistin noyddi grannarnar at veruliga kýta seg størsta partin av vegnum, men favorittarnir vóru omaná í ferðmiklu fyrstu vaksnamannafinaluni við Tjarnir

Stórur fagnaður á teimum í grønum um enn eitt gull (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Enn ein finala hjá kvinnum og meira grønt gull. Eins og síðsta ár var grannafinala um steypið í Faxe Kondi kappingini, og hóast vanligi heimavøllurin hjá havnarfeløgunum varð skiftur út við nýggju stórhøllina við Tjarnir, var úrslitið tað sama: Kyndil vann samanumtikið greitt.

Í 2024 endaði tað 29-21. Hesaferð stóð tað 23-29 á máltalvuni, tá saman um kom. Neistin hekk tó í favorittunum eina góða løtu; til álopsspælið gjørdist ov hakkut, mistøkini gjørdust og nógv, og Kyndil "koyrdi tað heim".

Leikferðin var ógvuliga høg fyrstu løtuna, og málini rapaðu inn í báðum endanum í løtum. Bæði liðini megnaðu væl at fáa kontraálopini og fyrstu bylgju at sita, og royndi hallarspeakarin úr Klaksvík hevði úr at gera.

Turið Arge Samuelsen legði út sum eitt óløgi við trimum málum fyrstu fimm minuttirnar, men Neistin fekk síðani tálma henni rímiliga væl við skuggaverju - fram til seinastu løtuna tá nummar 33 var við at steingja hurðina fyri Neistanum við nøkrum flottum atgerðum.

[object Object]Tær í bláum hildu, sum vera man, vakið eyga við Turið Arge Samuelsen. Tað eydnaðist væl í løtum men kostaði eisini... og Turið skeyt sjey mál í finaluni

[object Object]
Bjarta Johansen var serliga eyðsýnd í álopsspælinum í fyrra hálvleiki (7 mál), har hon millum annað økti beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki koyrdi væl í verjuni hjá Kyndli (Myndir: Jens Kr. Vang)

Verjuhátturin gav meira pláss til Bjartu Johansen, sum spældi ein stóran dyst í álopi og verju. Royndi landsliðsspælarin gjørdist toppskjútti í finaluni við heili 10 málum. Eisini varð hon kosin dagsins spælari.

Álopsspælið hjá Neistanum var ofta skjótt og gott, og sum heild var tekniska støðið høgt í fyrra hálvleiki, sum endaði 17-15 til Kyndli.

Ein sat við kensluni av, at tær í bláum vóru heilt við, men tað gjørdist ongantíð háspenningur í Hoyvík. Kyndil bygdi sær skjótt eftir steðgin eina leiðslu upp, sum lá um tey fýra málini leingi. 

Neistin hevur eitt nakað meira óroynt lið enn grannarnir, og tað sást eisini so líðandi. Væl fleiri mistøk vóru í seinna hálvleiki sum heild, og Neistin fekk sjáldan rúmtu í álopsspælið.

Toppskjúttin, Hervør Niclasen, skoraði framvegis væl av vinstra vongi, men Kyndil pakkaði betri saman mitt fyri, Jovana Strajanac hevði neyðugu bjargingarnar í málinum, og seinastu minuttirnar var eingin ivi.

[object Object]
Jovana bjargar brotskasti...

[object Object]Fjepparar hjá Kyndli stórfegnast (Myndir: Jens Kr. Vang)

Annar steypafinalusigurin á rað hjá Kyndli og tann triði seinastu fýra árini. Nú er næsta málið at endurvinna greipuna.

Faxe Kondi steypafinalur 2025 - tey vaksnu
Leygardagin 22. februar:
Kvinnur: Neistin – Kyndil 23-29 (15-17)

Toppskjúttar: 
Kyndil: Bjarta Johansen 10 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál
Neistin: Hervør Niclasen 6 mál

Sí nógv fleiri myndir frá kvinnufinaluni her  og her

[object Object]
Tjarnir er hesaferð karmur um steypafinalurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2025

47 Leygardagur 01. mars 2025

Bjarta Johansen var toppskjútti og tann besta á vøllinum

Royndi strikuspælarin hjá Kyndli fekk persónligan heiður eftir enn eitt steypagull við barndómsfelagnum Kyndli

Bjarta vann annað árið á rað gull og steyp,og nú varð nummar 7 kosin dagsins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

31-ára gamla Bjarta Osberg Johansen er ein av stóru ímyndunum hjá Kyndli. Hóast uppvaksin í Hoyvík hevur hon stríðst og strevast á strikuni og í miðverjuni hjá Kyndli seinastu mongu árini, og tað gjørdi Bjarta eisini, fyrstu ferð hon spældi við Tjarnir.

Hetta fekk hon og hinar løn fyri. Bjarta Johansen var ógvuliga effektiv á strikuni, har hon skoraði heili tíggju mál. Bára Krossteig Hansen og hinar funnu Bjartu væl, og dugdi hon væl at finna plássið og síðani fáa bóltin fram við Yui Shibuya í málinum.

Álopsspælið hjá Neistanum fleyt væl fyri steðgin, men Bjarta Johansen var ein lykil í at fáa tamarhald á tí eftir steðgin. Landsliðsspælarin og legendan hjá Kyndli spældi nærum 60 minuttir, skeyt tíggju mál og vann toppskjútin uppiborið heiðurin sum dagsins spælari Faxe Kondi finaluni eftir 29-23 sigurin.

[object Object]
Bjarta Johansen var í mongum nærdysti sum bæði álopsspælari og verjuspælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Bjarta Johansen vísti styrki á strikuni og í miðverjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2025

48 Leygardagur 01. mars 2025

H71 vann steypið aftur frá VÍF

Ein ógvuliga góð byrjan uppá seinna hálvleik gjørdi størsta munin hjá ungu hoyvíkingunum, og H71 hevur nú vunnið fimm av teimum seinastu seks mansfinalunum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað stóð á jøvnum í steðginum eftir ein ferðmiklan fyrra hálvleik við høgari góðsku í álopsatgerðunum hjá báðum liðunum. 17-17 og alt opið millum verandi steypavinnararnar úr Vestmanna og ungu hoyvíkingarnar.

Sjálvt um tað gjørdist heilt tætt aftur seinast, so varð fyrsta løtan í seinna hálvleiki ógvuliga týðandi. H71 legði bragdliga fyri, og skoraði tey fýra fyrstu málini eftir steðgin. VÍF skoraði ikki, fyrrenn beint undir seks minuttir vórðu spældir.

Harvið kravdi tað nógv at koma upp á null, sum VÍF gjørdi, tá seks og ein hálvur minuttir restaðu í. Hetta var, tá Óla Jákup Gaard Olsen fyrst trekti ein álopsfeil og síðani sjálvur skoraði trygt: 27-27, og tað kókaði serliga á síðuni hjá ógvuliga mælsku vestmenningunum.

Ein høvuðsorsøk til vendina, var ein ungur málverji. Mladen Mjerimacka byrjaði dagin ógvuliga væl, men royndi málverjin fekk annars ikki fatur á nógvum við Tjarnir. Tað gjørdi Bjarni Gunnarsson Jacobsen tó so sanniliga, tá hann kom inn nakað inn í seinna hálvleik. Vestmenningurin tók pippið frá H71 eina løtu, har so at siga bert 17-ára gamli toppskjúttin Jákup Egholm (10 mál) var púra kaldur.

[object Object]Jákup Egholm spældi ein frálíkan dyst á vinstra vongi. Stjørnuskotið skeyt tíggju mál í finalusigrinum - harav nøkur trygg brotskøst (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bjarni Gunnarsson Jacobsen kom inn og fór beinanvegin í gongd at bjarga bóltum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan var um ógvuliga flott avrik hjá evnaríka málverjanum. Verjan hjá teimum gulu og bláu eydnaðist betri miðskeiðis í seinna hálvleiki, men Bjarni var við til at geva vónina. Hann varð eisini valdur til dagsins spælara í finaluna.

Tað vóru málverjarnir hjá tí landsliðnum, sum í fjør var til U18 EM, sum stjólu yvirskriftirnar eina løtu í Hoyvík. H71 vantaði bjargingar fyri steðgin, men Ingi Johannesen í málinum gjørdist týðandi fyri steypasigrinum saman við umráðandi bjargingum í seinna hálvleiki. Millum annað bjargaði Ingi einum brotskasti.

[object Object]
Brian Slyne tók stóra ábyrgd fyri H71 í kvøld og skeyt átta mál (Mynd: Jens Kr Vang)

Sakaris Sakarisson gjørdi stóran mun á strikuni og í miðverjuni, Høgni Heinason tók stóra ábyrgd í bakketuni - serliga fyrra hálvleiki - meðan Brian Slyne og omanfyri nevndi Jákup Egholm stóðu fyri flestu málunum. Sum heild spældu hoyvíkingar seg ofta væl til góðar møguleikar, teir hildu høvdið kalt, tá teir skuldu og fóru frá aftur, eftir at VÍF javnaði.

Munurin varð fýra mál, og talan var um fimta steypagullið hjá H71 monnunum seinastu seks árini. Liðið er ógvuliga øðrvísi í 2025, í mun til fleiri av undanfarnu árunum, men teir duga at menna og at vinna í Hoyvík. Í VÍF-leguni munnu teir iðra seg nógv; nú er FM eftir at kappast um.

Faxe Kondi steypafinalur 2025 - menn
Leygardagin 22. februar:
H71 – VÍF 33-29 (16-17)

Toppskjúttar: 
H71: Jákup Egholm 10 mál, Brian Slyne 8 mál
VÍF: Dánjal Ragnarsson 7 mál

Sí nógv fleiri myndir frá mansfinaluni her   og her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2025

49 Leygardagur 01. mars 2025

Mark Lausen-Marcher givin í H71

Hann gevst sum venjari hjá hoyvíkingum. Hann er frammanundan ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum

Mark Lausen-Marcher (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mark Lausen-Marcher gevst sum venjari hjá besta mansliðnum hjá H71.

Hann hevur saman við Djóna Gaard Joensen staðið fyri H71 monnum, men steypafinalan tá hoyvíkingar vunnu á VÍF verður seinastu ferð á hesum sinni.

- Mark ásannar at tíðin røkkur ikki longur til, og at hann kennir, at tíðin nú er komin at raðfesta familjuna. Hann fegnast í fráboðan til leikarar okkara um tíðina, sum hann er sloppin at verða partur av hesum hópi bæði til venjing, dystir og uttanfyri vøllin, skrivar H71 í fráboðan.

Mark Lausen-Marcher er eisini ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.

Djóni Gaard Joensen heldur áfram sum høvuðsvenjari hjá hoyvíkingum, og arbeitt verður við at finna avloysara fyri Mark Lausen Marcher, sigur H71.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

50 Leygardagur 01. mars 2025

VÍF-kvinnurnar fáa nýggjan venjara

Næsta kappingarár verður danin Michal Piotrowski venjari hjá vestmannakvinnum

(Mynd: Thomas Tvilling)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kvinnuliðið hjá VÍF skal hava nýggjan venjara. VÍF hevur gjørt tvey ára sáttmála við danan, Michal Piotrowski.

Pio, sum hann vanliga verður nevndur, hevur verið høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum hjá danska felagnum HØJ í mong ár. Føroyska Marita Mortensen spælir í løtuni í felagnum.

HØJ er væl fremst í donsku 1. deild, og liggur til at flyta upp í bestu deildina til næsta kappingarár.

Tá ið VÍF hoyrdi, at samstarvið millum venjaran og HØJ ikki heldur fram næsta kappingarár, varð gjørt skjótt av.

- Pio er ein sera góður og royndur venjari, sum ígjøgnum nøkur ár hevur ført HØJ frá nærum ongum til nú at rykkja upp í bestu deildina. Vit kunnu brúka hansara dygdir til okkara kvinnulið og yngri árgangir, sum eru undir stórari menning, sigur Ingi Olsen.

Umframt, at Pio skal venja kvinnuliðið hjá VÍF, skal hann eisini vera venjari hjá U18, U16 og U14 á gentusíðuni.

- Eg eri sera spentur til hesa øðrvísi avbjóðing. Í VÍF eru spennandi leikarar og nógvir ungir úrmælingar á veg, og eg gleði meg at vera við til at føra hondbóltin í Vestmanna enn longur fram á leið, sigur Michal Piotrowski.

Pio byrjar í starvinum 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

51 Leygardagur 01. mars 2025

Allir steypavinnararnir frá vikuskiftinum

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, átta tilsamans. Kyndil vann fýra, EB og SÍF/Søljan tvær og Neistin og Team Klaksvík eina. Myndir av øllum steypavinnarunum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið í hondbólti er farið afturum. Hetta var fyrsta stóra tiltakið við Tjarnir, og eingin ivi er um, at stórhøllin er eitt frambrot fyri føroyskan hondbólt.

Finalurnar hjá monnum og kvinnum høvdu methøgt tal av áskoðarum til hondbóltsdyst í Føroyum, og vóru ungdómsfinalurnar og tiltakið hjá Eydnudeildini eisini sera væl vitjað.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, átta tilsamans – hjá monnum, D18, D16, G14, G12, G10, D10 og D10B. Kyndil hevði eisini eitt gott vikuskifti og vann fýra finalur – hjá kvinnum, G18, D14 og D12. EB og SÍF/Søljan vunnu tvær finalur í part, ávikavist G12B og G10B, G14B og D12B. Neistin vann G16 og Team Klaksvík D14B.

Steypavinnarar 2024:

[object Object]

Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-23
Dagsins leikari: Bjarta Osberg Johansen (Kyndil)

[object Object]

Menn: H71 – VÍF 33-29
Dagsins leikari: Bjarni Gunnarsson Jacobsen (VÍF)

[object Object]

G18: Kyndil – H71 25-16
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen (Kyndil)

[object Object]

D18: H71 – VÍF 34-28
Dagsins leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu (H71)

[object Object]

G16: Neistin – Kyndil a 26-22
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin)

[object Object]

D16: H71 a – Neistin a 27-25
Dagsins leikari: Hákun Rask Olsen (Neistin)

[object Object]

G14: H71 a – Kyndil a 19-18
Dagsins leikari: Hervør Hansen (Kyndil)

[object Object]

G14B: Søljan – Tjaldur 24-17
Dagsins leikari: Andrea Heinadóttir (Søljan)

[object Object]

D14: Kyndil – H71 a 24-23
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

[object Object]

D14B: Team Klaksvík – Tjaldur 14-10
Dagsins leikari: Amaliel í Beiti (Team Klaksvík)

[object Object]

G12: H71 a – StÍF a 22-21
Dagsins leikari: Alda Nielsdóttir Joensen (H71)

[object Object]

G12B: EB a – H71 c 20-13
Dagsins leikari: Victoria Høghamar (EB)

[object Object]

D12: Kyndil a – H71 a 32-23
Dagsins leikari: Filip Andrésen (Kyndil)

[object Object]

D12B: SÍF – ÍA a 20-15
Dagsins leikari: Josef Nattedstad (SÍF)

[object Object]

G10: H71 a – VÍF a 15-14
Dagsins leikari: Ró Malusi Martinsdóttir (VÍF)

[object Object]

G10B: EB a – Tjaldur a 8-7
Dagsins leikari: Jóhanna Kartinsdóttir Høghamar (H71)

[object Object]

D10: H71 c – Kyndil a 20-10
Dagsins leikari: Tóki Rógvason Weyhe (H71)

[object Object]

D10B: H71 b – Neistin c 15-14
Dagsins leikari: Noam Suni Durhuus (H71)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2025

52 Leygardagur 01. mars 2025

Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan spældu seg í steypafinaluna

Føroyski vongurin skoraði trý mál í hálvfinalusigrinum á ÍBV. Tað verður tó ikki føroyingauppgerð í finaluni, tí Afturlending tapti hina hálvfinaluna

Jóhannes hevur umboðað bæði VÍF og Neistan á sínari leið. Í sínum fyrsta ári í Íslandi skal hann spæla steypafinalu (Savnsmynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag verður íslendska steypafinalan hjá monnum spæld í Laugardalshøllini. Í fjør var Allan Norðberg við at vinna hana við Vali, og aftur í ár kann ein føroyingur vongur enda við at lyfta steypið.

Jóhannes Bjørgvin skifti síðsta summar úr VÍF til Stjarnuna. Liðið hevur heimstað í Garðabær, sum er í høvuðsstaðrøkinum. Harfrá sendi Stjarnan ÍBV heim við fimm-máls tapi í hálvfinaluni mikudagin. Í steðginum var støðan 18-16, og Stjarnan vann 34-29.

24-ára gamli føroyingurin skoraði trý mál í sigrinum og kann nú gleða seg til finaluna í dag, 1. mars.

Finalan verður ikki móti fyrrverandi liðfelagnum Halli Árason og landsmanninum Sveini Olafsson. Teirra lið, Afturlending, tapti 36-33 fyri Fram í Reykjavík. Føroyingarnir eru ikki skrásettir fyri nakað mál í hálvfinaluni. Sveinur Olafsson spælir eisini so at siga bert í verjuni.

Fyrrverandi H71-venjarin, Einar Jónsson, stjórnar Fram, sum stendur sum favorittur til finaluna, sum verður spæld í kvøld klokkan 18 føroyska tíð. Fram er á 2. plássi í landskappingini við 27 stigum. Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan hava 18 stig á 7. plássi.

[object Object]
Einar Jónsson var fyri nøkrum árum síðani venjari í H71, umframt at hann hevði venjaraleiklut í HSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

53 Leygardagur 01. mars 2025

Allan Norðberg hevur longt við Val

Sáttmálin hjá 30-ára gamla strandinginum við íslendsku steypavinnararnar og European Cup-vinnararnar er nú galdandi til summarið 2027

Allan Norðberg til arbeiðis til kvinnulandsdyst á Hafnarfjørðinum í fjør. Vongurin av Strondum hevur skjótt búð í Íslandi í sjey ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann fór úr barndómsfelagnum StÍF til KA á sumri 2018, og síðani hevur Allan Norðberg spælt í íslendskum hondbólti.

Frá at hava ligið mest í niðaru hálvu á stigatalvuni í bestu íslendsku deildini og spælt á Akureyri, flutti føroyski landsliðsspælarin í 2023 til Val í Reykjavík. Har hevur Allan spælt á liði, sum kappast í oddinum í Íslandi.

Síðsta kappingarár var føroyingurin eisini stórur partur av, at Valur vann steypakappingina og serliga European Cup. Valur gjørdist fyrsta íslendska hondbóltsfelagið, sum vann evropeiska kapping. Allan Norðberg var millum teir, ið skoraðu í finalu-brotskastskappingini í Athen móti Olympiakos.

[object Object][object Object]
Allan í finaluni í Athen (Myndir: Valur)

Søga og stórur heiður til Val og nú ein nýggjur sáttmáli til Allan Norðberg. Morgunblaðið skýrir tað góð tíðindi fyri høvuðsstaðarfelagið, at royndi og fjølbroytti strandingurin hevur skrivað undir.

Sambært Vali er talan um ein sáttmála, sum er galdandi til endan av kappingarárinum 2026-2027. Harvið spælir Allan á pappírinum minst tvey ár afturat í Íslandi. Í so fall hevur kemur nú 30-ára gamli strandingurin uppá níggju ár sum yrkisspælari í grannalandinum fyri vestan.

Lámi vongurin, sum eisini kann spæla bakkur og samstundis er stinnur verjuspælari, er nú á sama liðið sum Bjarni í Selvindi. Bakkurin av Skála er eisini uppvaksin í StÍF.

Valur er í løtuni eitt stig frá 1. plássinum í Ólis-deildini og kemur í øllum førum í ovara endaspælið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

54 Leygardagur 01. mars 2025

Føroyar fingu søguligan sigur á Gibraltar

Heidi Sevdal skoraði einsamalla málið í dystinum, og harvið hevur kvinnulandsliðið á fyrsta sinni vunnið stig í Nations League

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var heldur rótut og skinklut til tíðir, men sum frá leið vísti unga føroyska liðið, at tær vóru betri enn Gibraltar og vann uppiborið í øðrum umfari í Nations League-bólkinum. 

Føroyar høvdu onkrar støður fyri steðgin, men tað var í seinna hálvleiki, at veruliga vandastøðurnar komu framman fyri málinum hjá Gibraltar.

Tað hjálpti at skifta Petru Hoydal og Jensu Tórolvsdóttir inn í steðginum, umframt at geva Heidi Sevdal ein nakað fríari leiklut.

Meira broddur kom í føroyska spælið, eitt mál lá í luftuni, og tá tjúgu minuttir vóru eftir spældi Jensa til Heidi, sum var komin nakað upp í ferð. Metmálskjúttin á landsliðnum tók bóltin væl við sær inn í brotsteigin, og royndasti spælarin setti bóltin trygt í netið við vinstra beinið; nakað til vinstru í brotsteignum.

[object Object][object Object][object Object]
Heidi Sevdal við enn einum landsliðsmáli og stór frøi á teimum føroysku (Myndir: FSF)

Heimaliðið fekk ongantíð veruliga hótt føroyska málið, føroyska liðið vardi væl fyri og tað endaði 1-0.

Føroyar livdu harvið upp til favorittleiklutin móti liðnum, sum her spældi sín fyrsta veruliga kappingardyst á heimavølli. Fyrstu stigini hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Nations League komið til høldar - Føroyar vóru eisini við í 2023.

Næstu dystirnir hjá Føroyum í kappingini eru á heimavølli tíðliga í apríl. 4. apríl vitjar Moldova og 7. apríl Gibraltar.

UEFA Nations League  2025 - Deild C, bólkur 1
2. umfar, týsdagin 25. februar
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
70' 0-1 Heidi Sevdal (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir)

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Jancy Mohr (81' Julia Naomi Mortensen), Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal, liðskipari -  Eyðvør Klakstein (46' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) , Malena Olsen (46' Petra Hoydal), Fridrikka Clementsen (64' Anna Brændstrup) - Heidi Sevdal (85' Rakul Sørensen).

Hjá Rakuli Sørensen var talan um allarfyrsta A-landsdystin.

Ásla Johannesen, sum vanliga er liðskipari, var ikki nóg birg at spæla henda dagin. 19-ára gamla Jancy Mohr úr KÍ byrjaði inni í sínum fyrsta A-landsdysti.

Taptu í Slovakia

Farna fríggjadag spældu føroysku kvinnurnar fyrsta Nations League dystin á hesum sinni.

Tað var á útivølli í Trnava í Slovakia, har heimaliðið vann 3-0.

UEFA Nations League  2025 - Deild C, bólkur 1
1. umfar, fríggjadagin 21. februar
Slovakia - Føroyar 3-0 (2-0)
20' 1-0 Patrícia Hmírová
29' 2-0 Tamara Morávková
60' 3-0 Klaudia Fabová

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Birita Ryan, Durita Hummeland, Ásla Johannesen, liðskipari, Eyðvør Klakkstein (72' Rúna Jacobsen), Julia Naomi Mortensen (46' Jancy Mohr), Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir (62' Anna Brændstrup), Tórunn Joensen, Sara Lamhauge (85' Fridrikka Clementsen), Heidi Sevdal (72' Petra Hoydal)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

55 Leygardagur 01. mars 2025

Stórsteypadystirnir eru á skránni um vikuskiftið

Seinnapartin klokkan 16:30 spæla menninir hjá Víkingi og HB, og sunnudagin klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ

Adolfo Sormani og kropsligi venjarin hjá HB, Gilberto Voltolina, fegnast eftir sigurin á KÍ í stórsteypadystinum Í fjør. Tá vann HB heilt óvæntað á KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir ein langan uppstart verður aðalroyndin hjá nøkrum liðum áðrenn kappingarbyrjan nú um vikuskiftið.

Stórsteypadystir eru á skránni á Tórsvølli. Seinnapartin klokkan 16:30 spæla menninir hjá Víkingi og HB, og sunnudagin klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at í hesum sambandi verður eisini skipað fyri lutakasti til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, og til fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

56 Leygardagur 01. mars 2025

Jóan Símun Edmundson aftur í Íslandi

Hann fer næstu tíðina at spæla við steypavinnaranum KA Akureyri, sum 33-ára gamli toftamaðurin eisini umboðaði í seinnu hálvu í 2023

KA skýrir gamla kenning sín sum "ein av bestu føroysku spælarunum nakrantíð". Jóan Símun skiftir úr norðurmakedonskum fótbólti (Mynd: KA Akureyri)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB hevur verið eftir honum, men nú er greitt, at Jóan Símun Edmundsson spælir í Íslandi í 2025.

Felagið KA á Akurreyri kundi týsdagin upplýsa, at felagið hevur gjørt sáttmála við 33 ára gamla áleyparan, sum í nógv ár hevur spælt á landsliðnum og er beint við metið fyri flest landsdystir. KA skýrir hann "ein av bestu føroysku spælarunum nakrantíð".

Jóan Símun Edmundsson spældi við sama íslendska felagnum í nakrar mánaðir í 2023 áðrenn hann fór til Norðurmakedonska felagið Shkupi at spæla.

KA skal spæla evropeiskan fótbólt í summar. Liðið vann íslendsku steypakappingina í fjør - við finalusigri á Víkingi Reykjavík. Jóan Símun skeyt eitt evropeiskt mál fyri felagið í 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

57 Leygardagur 01. mars 2025

B68 gjørt sáttmála við svenskan vong

22-ára gamli Emmanuel Kulego hevur eisini norskan ríkisborgararætt, og hevur síðst spælt í fjórðbestu norsku deildini. Hann hevur eisini royndir úr Danmark og er fjórði nýggi spælarin á Svangaskarði seinastu tíðina

Kulego hevur millum annað umboða Rosenborg og seinast næstbesta liðið hjá Sarpsborg, sum er í fjórðbestu norsku deildini. Hann hevur átta U17-landsdystir fyri Noreg (Mynd: Andri Gerðisá/B68)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Málverjin Rasmus Nilsson og ungu miðvallararnir/vengurnir Tóki á Lógv og Ragnar Steinhólm. Hesir hava allir gjørt sáttmála við B68 í feburar. Teir eru ikki heilt slopnir framat á bestu liðnum hjá ávikavist HB, KÍ og NSÍ men skulu royna at vísa seg fram hjá B68.

Nú er eisini endaliga greitt, at ein svenskur spælari, sum eisini hevur norskan ríkisborgararætt, skal hava Svangaskarð sum heimavøll í 2025.

Talan er um Emanuel Mj (Mawuena Junior) Kulego. Hann er 22-ára gamal og er føddur og uppvaksin í Malmø. Hann hevur tó í stóran mun spælt í Noregi sum ungdóms- og vaksnamannaspælari og hevur sambært Transfermarkt spælt 8 U17-landsdystir fyri Noreg.

Kulego hevur millum annað umboða Rosenborg og seinast næstbesta liðið hjá Sarpsborg, sum er í fjórðbestu norsku deildini. Annars hevur hann spælt 37 dystir í triðbestu norsku deildini - við næstbesta liðnum hjá Rosenborg.

Eitt stutt skifti var hann í donskum fótbólti, og fekk nakrar dystir við Jammerbugt í næstbestu deildini har.

Seinastu tíðina hevur hann royndarvant við B68 og millum annað spælt í venjingardysti móti Víkingi, og nú er sáttmáli komin burturúr:

- Tað kennist veruliga gott at hava skrivað undir fyri B68. Eg havi verið her í eina viku nú, og bæði venjarin og leikarirnir hava tikið sera væl ímóti mær. Eg trívist longu og gleði meg til kappingarbyrjan. Eg eri sera motiveraður fyri at gera tað, sum eg elski mest – at spæla fótbólt og geva alt fyri liðið.

Soleiðis sigur nýggi spælarin við Facebooksíðuna hjá B68. Sum skilst verður hetta síðsti nýggi spælarin hjá B68, sum júst slapp undan niðurflyting í fjør. B68 spælir um eina viku, fríggjadagin 7. mars, allarfyrsta dystin í Betrideildini 2025. Hann verður í Gundadali móti HB.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

58 Leygardagur 01. mars 2025

Sammy Skytte gjørt nýggjan sáttmála við HB

Hevur verið ivamál allan vetur um framtíðina hjá 28-ára gamla sterka miðvallaranum. Nú hava partarnir gjørt avtalu fyri 2025

Hann spældi 23 dystir og skoraði fimm mál fyri HB í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sammy var eitt sindur skaðadarvaður í fjør, men í fleiri av dystunum hann spældi, var hann sera eyðsýndur. Sterkur sum fáur, og tað sást týðiligt, at mótstøðumenninir høvdu trupult við at vinna bóltin frá honum. Máltevið sóu vit eisini eitt sindur til, m.a. tá hann skoraði í steypafinaluni ímóti B36.

Soleiðis lýsir HB spælaran, sum felagið mánadagin longdi sáttmálan við.

[object Object]
Vøddaskaðar gjørdu sítt til, at Skytte misti fleiri dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte kom til HB úr rumenskum fótbólti seinasta vetur. Annars hevur danin spælt í heimlandinum og í Noregi.

Sterki miðvallarin hevur royndir frá høgum stigi, og í 2024 spældi Sammy Skytte 23 dystir fyri HB. Hann skoraði fimm mál; millum annað fyrsta málið í steypafinalusigrinum móti B36. 

Tað var møguligt, at hetta fór at verða seinasti dystur hjá Sammy í HB. Í vetur hevur nakað av ivamál verið um framtíð hansara, og hevur 28-ára gamli danin millum annað royndarvant við HamKam, sum spælir í fremstu norsku deildini.

Nú er tó endaliga greitt, at hann framahaldandi fer at spæla undir Adolfo Sormani.

[object Object]
Sammy Skytte og HB skulu royna at kappast við millum annað NSÍ um fremstu plássini (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2025

59 Leygardagur 01. mars 2025

Bjarti vendir aftur til HB

23-ára gamli málverjin spældi við B36 í fjør, men skal nú kappast við lettiska Reinis Reinholds um at vera fyrstaval hjá HB

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta vetur skifti hann úr HB til B36, har hann skuldi vera fyrstimálverji. Tað var hann eisini fyrstu mánaðirnar, men í einum tíðarskeiðið har tað gekk illa hjá B36, varð Bjarti Vitalis Mørk settur á bonkin, og restina av árinum var Silas Eyðsteinsson fyrstaval.

Bjarti hevði sáttmála við B36 fyri 2025 eisini, men nú er hesin sáttmálin strikaður. Í vikuni gjørdist endaliga greitt, at 23-ára gamli málverjin skiftur yvir í hitt húsið í Gundadali aftur.

HB bjóðaði honum væl afturkomnan á Facebook-síðuni. Talan er um spælara, sum var í HB í árunum 2015 til og við 2023. Evnini vóru eyðsæð, tá hann sum blaðungur fór at venja við besta liðnum.

[object Object]Aftur í HB (Mynd: hb.fo/RS Media)

Har hevur Bjarti Mørk staðið í læru hjá Teiti Gestssyni og sitið nógv sum eykamálverji hjá nú givna fyrrverandi landsliðsmálverjanum. Bjarti hevur tó sjálvur eina rúgvu av U-landsdystum, hevur verið við A-landsiðnum og avloysti Teit í løtum; millum annað til nakrar evropeiskar dystir.

Nú skal Bjarti Vitalis Mørk taka kappingina við Reinis Reinholds upp. HB heintaði lettiska málverjan síðst í januar.

[object Object]
Reinis Reinholds (Mynd: hb.fo/RS Media)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

60 Leygardagur 01. mars 2025

Palli Augustinussen legst afturat venjaratoyminum hjá FC Suðuroy

Vágbingurin hevur drúgvar royndir sum spælari og hevur eisini verið venjari í fleiri ár. Palli hevur A-prógv, og harvið er lokala venjaratoymið hjá uppflytaranum fullfíggjað

Palli Augustinussen er aftur í venjaratoyminum hjá besta liðnum í sunnara hálvu av Suðuroynni - her saman við formanni felagsins Eyðbirni Thomsen (Mynd: FC Suðuroy)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør var tað við Pól Thorsteinssyni sum høvuðsvenjara og Kára í Lágabø sum hjálparvenjara, at FC Suðuroy - sum uppflytari í 1. deild - flutti upp.

Til tilveruna í Betrideildini er neyðugt at hava ein venjara í venjaratoyminum við A-útbúgving. Hetta hevur høvuðsvenjarin Pól Thorsteinsson ikki. Hann hevur annars leitt liðið til tvær uppflytingar á rað.

Palli Augustinussen, sum hevur verið ógvuliga virkin í felagnum, er A-venjari. Hann er nú lagdur afturat Pól og Kára. FC Suðuroy víðkar venjaratoymi hjá besta liðnum, sum skal undir eina stóra avbjóðing.

Palli Augustinussen vann millum annað FM í 2000 og var venjari hjá besta liðnum hjá FC Suðuroy frá 2020 til og við 2022 - í 2021 var liðið í 1. deild. Í fjør stóð Palli á odda fyri næstbesta liðnum, sum er í 2. deild.

Hann er pápi liðformannin á liðnum, Pætur Augustinussen.

- Onkur meinar, at Palli nokk er føddur á Eiðinum og hevur gingið har síðan, men tað er gleðiligt, at vit til hetta kappingarárið hava fingið ein slíkan kapacitet enn meira knýttan okkara mansliði, sum í næstu viku fer undir eitt nýtt kappingarár - nú í Betri Deildini, skrivar felagið í dag.

FC Suðuroy flutti upp sum nummar tvey í 1. deild í fjør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

61 Leygardagur 01. mars 2025

Byggja nýtt áskoðaraskýli á Svangaskarði

Pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum. Ætlanin er at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar - seinna partin til heystar

Á myndini frá vinstru: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggivirkið KBH og Nes kommunu. Hetta um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði báðumegin verandi bygning, boðar Nes kommuna frá.

Í løtuni hevur Svangaskarð bert sitipláss undir "fríum himmli". Her er gott at sita góðveðursdagar, men í kulda, vindi ella regni - ella øllum hesum -  er tað ikki nummar eitt. 

Tað sæst javnan, at fólk stúgva seg saman undir takinum beint uttan fyri B68-húsið. Helst verður hetta øðrvísi í framtíðini.

[object Object]
Eitt regnveðurskvøld á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Áleið soleiðis sær tað út á Svangaskarði nú - har er ikki tak yvir sitipláss, sum nú er (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Kommunan kunnar um, at pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum, tá alt verður liðugt. Aftan fyri áskoðaraplássini verður eisini ein breiður plattur, har fólk fær staðið.

Nes kommuna tók av lægsta tilboðnum upp á verkætlanina, sum var frá KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.

Miðjað verður ímóti at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar, meðan seinni parturin verður liðugur til heystar.

- Sandavágs Timburhandil fer at veita stálkonstruktiónina. Teknistovan í Gøtu og Spenn hava staðið fyri projekteringini. Fyri Nes kommunu verður tað Teknistovan í Gøtu, sum fer at hava byggileiðsluna og eftirlitið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

62 Leygardagur 01. mars 2025

Geza Turi kann fáa spælitíð í dag

Føroyingurin spældi beint yvir ein hálvleik í venjingardysti móti Lincoln City í vikuni, og legði upp til eitt mál - bíðað verður enn eftir almenna byrjanardystinum í Onglandi

Mynd: Grimsby
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er beint undir ein mánaði síðani, at Geza Turi varð kunngjørdur í Grimsby Town, eftir at felagið í fjórðbestu deildini í Onglandi keypti hann leysan frá føroyameistarunum.

Miðvallarin, sum á pappírinum gjørdist føroyingur fyri kortum, hevur tó enn sín fyrsta kappingardyst til góðar. League Two hevur koyrt í fulldrøn í februar, og Grimsby hevur vunnið allar sínar fýra dystir, men Geza fekk ikki endaliga sítt arbeiðsloyvi í Onglandi uppá pláss fyrrenn í seinastu viku.

Hann hevur so at siga ikki spælt dyst síðani í oktober, og høvuðsvenjari hansara, David Artell, staðfesti fyri viku síðani, at Geza Turi ikki kann spæla nógvar minuttir heilt enn. Tað er kropsliga støðan ikki heilt til.

Geza fekk tó virðismikla tíð týsdagin, tá Grimsby spældi ein "afturlatnan" venjingardyst móti Lincoln City, sum hevur sítt besta lið í triðbestu ensku deildini.

Føroyingurin stóð seg væl og legði upp til eitt mál í 2-0 sigrinum. Hann spældi 50 minuttir.

Sum skilst verður Geza David Turi møguliga á fyrsta sinni í í dystarhópinum til kappingardyst tá Grimsby seinnapartin í dag vitjar Cheltenham.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2025

63 Leygardagur 01. mars 2025

ÍF-menninir tryggjaðu sær bronsuna

Polestar-deildin: ÍF – Ternan 3-1 (25-19, 20-25, 25-22, 27-25)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Fyri ÍF galt tað mikukvøldið um at fáa tvey stig, tí so var bronsan teirra, men tað var ikki uttan svørðsslag, tí Ternan bardist manniliga, og var um reppið at fáa sítt fyrsta stig í ár, men settbólturin í fjórða setti varð ikki gagnnýttur, eftir at Ternan hevði vunnið annað sett.  

Miðskeiðis í fyrsta setti fór Ternan at dragna, so ÍF vann 25-19. Annað sett minti nógv um tað undanfarna, men við mótsettum forteknum, tí hesaferð var tað Ternan, sum vann – og bara sítt annað sett í øllum kappingarárinum.

Ternan var eisini væl við í triðja setti, men kortini aftanfyri alla tíðina, men bara við tveimum við støðuna 21-23, áðrenn ÍF vann 25-22.

Ternan fleyg avstað í fjórða setti og legði seg á odda 8-3, men við seks stigum á rað fór ÍF fram um aftur. Síðan skiftust liðini um at vera á odda, til Ternan fekk settbólt við støðuna 24-23, men tók ikki av, og ístaðin vann ÍF við sínum øðrum dystarbólti og vann settið 27-25.

Og sostatt var bronsan tryggjað, tí Fleyr á fjórða plássi, sum bara hevur ein dyst eftir at leika, kann nú ikki taka ÍF aftur.

Leygardagin tekur Ternan ímóti Fleyr, og tá fara tey á Toftum eisini at hátíðarhalda 15 ára stovningardagin hjá Ternuni, og eisini at tey vunnu heiðurin Ársins ítróttafelagsskapur. Á skránni verður sangur, røður og stórt køkuborð. Tiltakið verður frá kl. 12 til 15 i skúlanum á Toftum. Dysturin millum Ternuna og Fleyr byrjar kl. 13.

Fleyr – Mjølnir 0-3 (25-27, 23-25, 23-25)
Mánakvøldið mest sum spilti Fleyr sær tjansin at vinna bronsuna, tá Mjølnir vann 3-0, men úrslitið kundi sum einki havt verið øvugt, tí Fleyr hevði settbóltar, lorkaði trygga leiðslu burtur og stóð at enda tómhent eftir.  

Fyrsta settið var javnt frá byrjan til enda, tó at Fleyr fyri tað mesta var á odda við einum ella tveimum stigum uttan til síðst, tá Fleyr fór trý framum og hevði tríggjar settbóltar við støðuna 24-21. Fyrsta settbóltinum bjargaði Phil Freere fyri Mjølnir við dundursmassji, tá hann hekk næstan uppi undir loftinum, og við tveimum risablokkum javnaði Vuc Ilic til 24-24. Vuc átti eisini stigið til 25-24, tá hann á miðjuni pilkaði lobbið frá Fleyr niður, áðrenn Mjølnir vann settið 27-25. Settbólturin var aftur vunnin í blokkinum, og hesa ferð var tað hin Ilic-bróðirin, Filip, sum átti hann.

Í øðrum setti var bara eftir hjá Fleyr at binda sloyfu á settið, tá støðan gjørdist 18-11, eftir at Fleyr hevði vunnið 10 av 11 stigum á rað, men greiða leiðslan varð lorkað burtur, og brátt hevði Mjølnir javnað til 23-23, áðrenn setttið var vunnið 25-23, tá Thorvald Danielsen heldur enn at heva lumpaði bóltin yvir um netið.

Í triðja setti kom Fleyr sterkt ímóti endanum og javnaði til 19-19, eftir at hava verið aftanfyri 15-19. Mjølnir vann sær kortini tríggjar dystarbóltar við støðuna 24-21 og gjørdi sær dælt av tí triðja, tá Phil Freere aftur hekk í leysari luft, sum so mangan í dystinum, og avgjørdi settið 25-23.

Sunnudagin 2. mars spæla Mjølnir og oddaliðið SÍ avgerandi dyst um, hvør skal hava heimavallarfyrimunin í fyrstu og eini møguligari triðju FM-finalu. Sum er, eru tey jøvn við 33 stigum hvør, men SÍ hevur betri settmun, og hevur eisini spælt ein dyst færri.  

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 33 stig
Mjølnir 33 stig
ÍF 22 stig
Fleyr 17 stig
Ternan 0 stig

Sí hevur spælt 13 dystir, Fleyr 15 og hini liðini 14 dystir.

Komandi dystir:

Leygardagin 1. mars kl. 13: Ternan - Fleyr í skúlanum á Toftum

Sunnudagin 2. mars kl. 13: SÍ - Mjølnir í Sørvági

Hósdagin 6. mars kl. 19: ÍF - SÍ í Fuglafirði

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

64 Leygardagur 01. mars 2025

Svimjiskúlin hjá Ægir er ársins ítróttaátak í Klaksvíkar kommunu

Talvfelagið gjørdist ársins felagsskapur, kurvabóltsfelagið Hávur varð heiðrað fyri ársins menningar-lop, og Eileen Matras varð kosin ársins eldsál fyri sítt treysti. Stórt hátíðarhald var fyri ítrótta í kommununi

Fýra heiðrar vórðu latnir til stóra ítróttatiltakið í Klaksvíkar kommuna (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttafeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at endamálið við afturvendandi tiltakinum er at savna øll feløg til íblástur og at heiðra sjálvbodna arbeiðinum. Øll 16 feløni í Klaksvíka kommunu vóru umboðað til tiltakið í mentanarhúsinum.

- Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, og Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevndini, og ein gestarøða frá Jon Heystoy, fyrrverandi úrvals svimjara og formanni í Svimjisambandi Føroya. Harafturat var eisini sangur og tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Kristian Bjartalíð, formanni, venjara og íðkara í Hávi, og við Onnu Lovisu Mýri, triatlon íðkara.

Fýra heiðrar latnir

Feløgini, sum vórðu heiðraði, vóru:
Ársins átak: Ægir (svimjifelagið sum nú hevur 50 ár á baki)
Ársins felagskapur: Klaksvíkar Talvfelag 
Ársins menningar-lop: Hávur (Kurvabóltsfelagið)

[object Object]
Kristian Bjartalíð er formaður, venjari og íðkari í Hávi, sum fekk stóran heiður (Mynd: klaksvik.fo)

[object Object]Ársins felagskapur varð talvfelagið í býnum (Mynd: klaksvik.fo)

Umframt feløgini, fekk Eileen Matras heiðurin ársins eldsál. Heiðurin fekk hon fyri hennara áhaldandi ídni í felagnum Treysti.

Áðrenn Eileen bleiv rópt upp, segði Signhild Johannesen soleiðis um ársins eldsál:

- Ársins eldsál er ein sólstrála. Hon lýsir upp, har hon er. Hon er heit av lyndi, og passar hetta væl saman við hennara fjálgu persónseginleikum.

- Alt ber til, og um tað ikki ber til, so fáa vit tað at rigga kortini. Hon er altíð klár at hjálpa, tí hjá henni er ongin uppgáva ov lítil og ongin ov stór.

- Hon sigur tingini, sum tey eru, og tú veitst altíð, hvar tú hevur hana. Umsorganin fyri øðrum menniskjum er so ómetaliga stór, og hetta sæst eisini aftur í hennara ótroyttiliga arbeiði, sum hon í nógv ár hevur lagt í felagið. Ársins eldsál er: Eileen Matras

[object Object]
Eldsálin er Eileen Matras (Mynd: klaksvik.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025

65 Leygardagur 01. mars 2025

Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull

Royndi Niels Juel Arge fer eftir EM-gullinum í mai, tá føroyingarnir fara at kappast undir Merkinum. Barba Jansdóttir vann seg til sína fyrstu altjóða kapping við millum annað trimum føroyskum metum

Niels Juel Arge og Barba Jansdóttir búgva dagliga lið um lið - tey gjørdu bæði bart í Danmark leygardagin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna vikuskiftið vunnu tveir grannar úr Havn hvør sítt gullheiðursmerki í kapping um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting í masters, sum varð hildin í Hafnia Hallen í Valby í Keypmannahavn.

Føroya Styrkisamband skrivar, at gull-grannarnir búgva hús um hús Purkugerði í vesturbýnum í Havn. Tey eru Barba Jansdóttir, 35 ár og Niels Juel Arge, 59 ár.

Barba setti trý føroysk met

Barba megnaði leygardagin síni besti úrslit higartil á síni kappingarleið. Hon knógvaði 65 kilo í trekk og 81 kilo í stoyt. Harvið setti hon eisini trý føroysk met í aldursbólkinum 35-39 ár og vektflokkinum 64 kilo. Samlað gav hetta henni 146 kilo, sum var heili 27 kilo meira enn silvurvinnarin.

Havnarkvinnan royndi eisini eftir 86 kilo í stoyt, sum hevði verið danskt met, um hon kláraði tað, men tað gekk akkurát ikki. Barba Jansdóttir hevur seinastu árini íðkað nógva rørslumegi (crossfit), men hevur so líðandi flutt seg meira og meira yvir til olympiska vektlyfting. Hon íðkar í Styrkifelagnum Stoyt.

Niels Juel endurvann

Niels Juel Arge kann skýrast sum grand old man í føroyskari vektlyfting. Hann bleiv sunnudagin aftur danskur meistari í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109 kilo við 76 kilo í trekk og 108 kilo í stoyt - íalt 184 kilo. Hann royndi seg við 86 kilo í trekk og 118 kilo í stoyt, og var tað ikki fyri ein vøddaskaða, ið fór avstað við fýra vikurs venjing, hevði tað helst blivið til persónlig, føroysk og donsk met.

Niels Juel eigur annars sjálvur núverandi met. Hann byrjaði at íðka vektlyfting í 1980 í Bragdinum í Havnar Róðrarfelag í Álakeri, og var tá virkin í sjey ár. Seinastu sjey árini hevur hann verið virkin innan masters, og hann venur í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri.

Skulu til EM í mars undir Merkinum

Føroysku vektlyftararnir, sum umboðaðu AK Atlas Slagelse, eru væl nøgdir við DM-
kappingina, og gleða seg til í mai, tá ið EM-masters kapping verður í Albania. Ein risastór kapping við áleið 500 luttakarum, sum koyrir yvir tíggju dagar.

Niels Juel er í løtuni EM-silvur- og HM-bronsuvinnari, ætlar sær enn eina ferð at fara eftir EM-gullinum. Hetta er fyrsta altjóða kapping hjá Barbu, og hon væntar harða kapping um heiðursmerkini.

Sum nakað heilt serligt fara føroysku íðkararnir í altjóða masters-kappingunum nú fyri fyrstu ferð at umboða Føroyar og Merkið. Kappingarbúnin verður tí føroyskur, og verður talan um gull-heiðursmerki, fer "Tú alfagra land" mítt at ljóma úr albansku háttalarunum, skrivar Føroya Styrkisamband.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

66 Leygardagur 01. mars 2025

Havnin økir

Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi í áttanda umfari farna vikuskiftið

Kollfirðingar - við bakinum til - stríðast við rygginum móti múrinum. Spurningurin er, um teir fara at lívbjarga sær í fremstu deildini
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi í áttanda umfari.

Havnarmenn otaðu seg eitt stig longur undan vágamonnum, men enn eru ikki allar súður syftar. Tvey umfør eru eftir, og oddaliðini eiga ein avgerandi innanhýsis dyst eftir í seinasta umfari.

Havnin vann sunnudagin stórsigur 3½-½ á uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag, men upp á seg mundi úrslitið hjá Sandavágs Talvfelag móti Klaksvíkar Talvfelag (2½-1½) vera líka gott. 

Í næstsíðsta umfari hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn, tá kann tí henda seg, at munurin styttist so mikið, at talan verður um rættiliga FM-finalu í síðsta umfari.

Spenningurin er ikki minni í botninum, tí nú stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Havnina B.

1 deild (8. umfar, 23 februar)

Kollafjørður - Havnin ½-3½
Árant Djurhuus - Helgi Dam Ziska 0-1
Rógvi Mørkøre - Luitjen Akselsson Apol 0-1
Karl M. Dahl - Carl Eli Samuelsen ½-½
Markus Jacobsen - Sjúrður Thorsteinsson 0-1

Sandavágur - Klaksvík 2½-1½
Høgni Egilstoft Nielsen - Ólavur Simonsen 1-0
Silas Eyðsteinsson - Rani Baldursson 0-1
Jón í Horni Nielsen - Heðin Gregersen 1-0
Torkil Nielsen - Terji Petersen ½-½

Klaksvík B. - Havnin B. 2-2
Haldur S. Johansen - Herluf Hansen ½-½
Finnbjørn Vang - Elias Petersen 0-1
Wille Olsen - Suni Merkistein ½-½
Ingolf Gaard - Óli Joensen 1-0

Støðan í 1 deild
Havnin 26 stig
Sandavágur 23½
Klaksvík 19½
Klaksvík B. 11
Havnin B. 8
Kollafjørður 8

Vágamenn halda fast
Oddaliðið í 2 deild úr Sandavági vann aftur ruddiliga. Væl upplagda manningin - Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen - tykist enn sum áður at hava beina kós móti 1. deild.

Toftamenn hava enn møguleikan, men so skal ein ordans spurtur setast í gongd nú. Toftamenn vunnu hetta umfarið grannadystin á innanmonnum. Á toftaliðnum vóru Andrias Danielsen, Bogi Ziska, Jens Chr. Hansen og Andreas Andreasen.

Í hinum endanum er hørð kapping millum Kongshavn og annað havnarliðið um at sleppa undan niðurflyting.

2 deild (8. umfar)
Sandavágur - Havnin A. 3½-½
Toftir - Kongshavn 3-1
Havnin B. - Klaksvík 2-2

Støðan  
Sandavágur 21 stig
Klaksvík 17½
Toftir 17
Havnin B. 17
Kongshavn 12
Havnin A. 11½

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini. Í fremstu deildini verður telvað soleiðis:

1. deild (9. umfar, 9. mars)
Havnin - Klaksvík
Klaksvík B. - Sandavágur
Havnin B. - Kollafjørður

1. deild (10. umfar, 22. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Kollafjørður - Klaksvík B.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2025

67 Leygardagur 01. mars 2025

Bridge: Farið er nú undir endaspælið

Leygardagin varð farið undir endaspælið í føroyameitarakappingini fyri lið, og Liðini hjá Byggitilfar og Jassunum komu væl frá byrjan

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin varð farið undir endaspælið í føroyameitarakappingini fyri lið.

Í A-bólkinum dystast fýra tey fremstu liðini frá grundspælinum um føroyameistaraheitið, meðan seks lið dystast um bólkavinnaraheitið í B-bólkinum.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Í A-bólkinum eydnaðist liðnum hjá Byggitilfar at vinna báðar dystirnar í hesum umfarinum, meðan liðið hjá Jassunum eisini fekk eina góða byrjan í B-bólkinum og tók oddasessin.

Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu farna vikuskiftið, vóru hesi:

A-bólkur umfar 1:
Símun Lassaberg - Jóannes Mouritsen, 6,22.13,78
Byggitilfar – Rútar 7, 19,50-0,50

A-bólkur umfar 2:
Jóannes Mouritsen – Rútar 7, 10,86-9,14
Símun Lassaberg - Byggitilfar, 2,59-17,41

Støðan eftir at tveimum av teimum seks umførunum í A-bólkinum eru leikt er hendan:
Byggitilfar, 47,36 stig
Jóannes Mouritsen, 33,91 stig
Rútar 7, 14,83 stig
Símun Lassaberg, 13,90 stig

Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum vóru hesi:

B-bólkur umfar 1:
Ace Beo – Suðuroyar Bridgefelag, 14,18-5,82
Henriette Svenstrup – Jet Jam, 2,83-17,17
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard, 14,80-5,20

B-bólkur umfar 2:
Suðuroyar Bridgefelag – Hallur Ellingsgaard, 5,40-14,60
JetJam – Jassarnir, 4,26-15,74
Ace Beo – Henriette Svenstrup, 13,97-6,03

B-bólkur umfar 3:
Henriette Svenstrup – Suðuroyar Bridgefelag, 13,97-6,03
Jassarnir – Ace Beo, 9,09-10,91
Hallur Ellingsgaard – Jet Jam, 5,40-14,60

Støðan eftir at trimum av teimum tíggju umførunum í B-bólkinum eru leikt er hendan:
Jassarnir, 54,57stig
Ace Beo, 49,11 stig
Jet Jam, 46,84 stig
Hallur Ellingsgaard, 38,71 stig
Henriette Svenstrup, 34,65 stig
Suðuroyar Bridgefelag, 31,90 stig

Komandi umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 29. mars. Tá verða leikt tvey umfør í A-bólkinum og trý umfør í B-bólkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2025

68 Leygardagur 01. mars 2025

Jóhanna Petersen fyllir 100 ár í dag

Johanne Malene Petersen varð fødd á Strondum 1. mars í 1925. Nú hevur hon búð á Saltnesi í eini 75 ár, og leygardagin hátíðarheldur Jóhanna runda førðingardagin á Svangaskarði

 
SkrivaÐ:

Nes Kommuna

Leygardagin 1. mars verður Johanne Malene Petersen, Saltnes, vanliga nevnd Jóhanna, 100 ár.

Jóhanna varð fødd uppi í Gørðum á Strondum tann 1. mars 1925. Foreldrini vóru Ragnhild og Jógvan Johansen. Hon átti ein beiggja, sum doyði sum lítil, og so vóru tær fimm systrar. Mamman doyði av barsilsfepri, tá ið yngsta systirin, Julianna, varð fødd.

Tá var Jóhanna fýra ára gomul, og hon fór tá at búgva hjá ommuni og abbanum á Tvøroyri, sum búðu uppi í Valinum.  Jóhanna kom inn aftur á Strendur at búgva, tá ið hon var um skúlaaldur. Tvey ár seinni fór Jóhanna at búgva hjá skyldfólki á Húsum. Hon búði hjá Dáva á Húsum, ommubeiggjanum. Hon búði á Húsum, til hon var næstan 16 ára gomul, tá ið hon hon flutti út aftur á Strendur.

Tá í tíðini var vanligt, at gentur fóru í húspláss. Tað fór Jóhanna eisini. Fyrst tænti hon hjá familju á Selatrað. Síðani tænti hon í Runavík, í Saltangará og í Havn.

Tað var, meðan hon var í húsplássi hjá Símun á Høgabóli, at hon møtti einum fittum saltnesdreingi. Johannes Ingvard Petersen og Jóhanna vóru trúlovaði í trý ár og giftust í Nes kirkju, tann 7.mai í 1950. Tey giftust inn í barnaheimið hjá honum, har fleiri fólk búðu frammanundan. Tað bar væl til, tí kærleiki og tolsemi valdaði.

Jóhanna arbeiddi heima, og nóg mikið var at gera. Tey fingu fýra dreingir og eina gentu. Elsti sonurin livdi bara fimm mánaðir. So kom Ragnhild, Johannes, Jógvan og Ingolf. Nú eigur Jóhanna 12 ommubørn, 19 langommubørn og 4 oldurommubørn. Maður hennara, Johannes Ingvard doyði í 2011 og Johannes, sonurin, í 2017.

Tá ið børnini vóru vaksin, fyrst í 1970-unum, fór Jóhanna at arbeiða á Nyki. Hetta arbeiði dámdi henni ógvuliga væl, og har arbeiddi hon, til Nykur stongdi í kreppuni í 1992.

Jóhanna hevur altíð verið sera røsk, blíð og løtt á fótum. Fyrr gekk Jóhanna nógv í kirkju, hjálpti til at vaska kirkjuna, savnaðist við seinnapartssamkomuni í Tabor og í dagtilhaldinum á Vesturskin. Síðstu árini hevur hon verið meira heima.

Jóhanna býr enn einsamøll heima, hon fylgir væl við í útvarpinum og sjónvarpinum. Tað  verði seg um samfelagsviðurskifti, guðstænastur, møti og ikki minst í ítrótti, serliga  tá íð B68 spælir. Jóhanna er sera takksom og fegin um familjuna, sum fyllir nógv. Hurðin er altíð opin og gestablídni er í hásæti.

Jóhanna hevur trivist væl í Saltnesi og sigur, at í Saltnesi hevur verið gott at búgva. Tað er so sera veðurgott og sera gott grannalag.

100 ára føðingardagurin hjá Jóhonnu verður hildin leygardagin 1. mars frá klokkan 16 tiil 20 á Svangaskarði, har tað er opið hús.

Nes Kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2025

69 Leygardagur 01. mars 2025

Eyðun Andreassen 80 ár

27. februar fylti Eyðun Andreassen runt. Hann er professari emeritus

Gamli professarin í fólkaminnisfrøði, Eyðun Andreassen, var í november 2024 í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har fráfaringarhald var fyri Maluni Marnersdóttir, professara
SkrivaÐ:

Føðingardagsheilsan/Malan Marnersdóttir (setur.fo)

Eyðun vaks upp í Skúvoy og Havn saman við trimum brøðrum, og foreldur hansara vóru lærarahjúnini Elisabeth, f. Kamban, úr Havn, og Petur Andreassen, ættaður av Velbastað.

Studentaárini arbeiddi Eyðun um sumrarnar í Útvarpi Føroya og var kendur fyri góðu útvarpsrøddina. Lestrarárini i Oslo møtti hann og giftist við Astri Luihn, sum kom við honum til Føroya. Saman eiga tey dóttrina Mariu, dótturmannin Håvard og tvey abbabørn.

Eyðun varð professari í fólkaminnisfrøði í 1996.

Eyðun hevur verið virkin á mongum økjum. Hann er magistari frá Oslo universiteti í fólkaminnisfrøði, søgu og fólkalívsfrøði, og liðugur við útbúgvingina kom hann heim í starv á Landsskjalasavninum.

Eyðun arbeiddi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya frá 1988 til 2015 og undirvísti mongum lesandi, sum lósu føroyskt og skaldskap av manna munni bæði í grund- og framhaldsnáminum.

Fyrst í 1990-árunum gjørdi hann saman við Turið Sigurðardóttur og Jóan Paula Joensen eitt nýskapandi skeið fyri høvuðsgreinarlesandi um “Tá nútíðin kom til Føroya”. Eitt annað áhugavert skeið var um talusnildi.

Eyðun er ein týðandi rødd í orðaskiftinum um føroyska dansin. Hann legði úr hondum bóklingin “Føroyskur kvæðaskaldskapur” ætlaður til brúks í byrjanarundirvísing á Føroyamálsdeildini. Hann skrivaði álit um Føroyskan dans – ein stutt lýsing í 1996, hann savnaði og gav út Traðarbókina – kvæðabókina hjá Tróndi á Trøð, 1999 og skrivaði hópin av greinum til vísindalig tíðarrit, føroysk eins og útlendsk.

Miðlar og mentan hava verið høvuðstættir í tí, sum Eyðun hevur lagt úr hondum. Hann gav í 1981 út frágreiðingina “Fjernsyn på Færøerne”. Í 1986 gav hann út bókina Úr søgn og søgu um søguligar keldur til sagnir.

Fólkslig mentan og samveruformar eru megináhugamál. Eyðun gjørdi vísindaliga hugtakið “fólksligt almenni”, sum er evnið í doktararitgerðini Folkelig offentlighed (1992). Økið hjá fólksliga almenninum er gerandislívið, tað talar ikki við nakran – har er einki publikum sum í borgaraliga almenninum (offentligheitini). Tað, sum fer fram í fólksliga almenninum, er ætlað tí fólksliga kollektivinum – luttakarunum sjálvum.

Í ritgerðini kannaði Eyðun, hvussu fólksligu almennini møttu modernaða samfelagnum og teimum nýggju miðlunum, eitt nú sjónvarpi. Síðan komu “sosialu miðlarnir”, sum í fyrstuni tóktust vera fólkslig almenni.

Eyðun skrivaði hugvekjandi greinir um samanbrestin millum kvæða- og dansimentanina og samtíðar modernaða mentan í “Folkelig kultur på massemedias dagsorden” og “Kulturelle holdninger til krisen og gjenopbygningen” í 1995. Eitt sjónarmið hjá Eyðuni er, at skaldskapur av manna munni eigur at fáa ein nútímans vinkul og pláss í nútíðar fólksliga almenninum.

Eyðun arbeiddi við kvæðum og sagnum, og í 2014 gav hann út bók um tað triðja stóra tekstslagið í skaldskapi av manna munni, bókina Ævintýr. Í henni standa sermerktar uppskriftir av ævintýrum, sum Eyðun greinaði og tulkaði. Hann vísti á, at í hesum ævintýrunum mugu dreingirnir, sum fara út í heimin fyri at verða menn og vinna á alskyns trupulleikum, fáa hjálp frá kvinnum, tá ið á stendur.

Lívslanga vinalag mítt við Eyðun og Astri byrjaði eitt summarið mitt í 1970-árunum, tá ið vit vóru við í studentakabarettini.

Saman við hópi av øðrum nýliga útbúnum stovnaðu vit tíðarritið Brá, sum vit ritstjórnaðu í tíggju ár. Endamálið við Brá var at leggja dent á bóka- og listaummæli, samtíðarligar mentagreinir og myndlist.

Hjartaliga til lukku við degnum, Eyðun. Takk fyri alt, sum tú hevur avrikað, og takk fyri gott samstarv og vinalag. Vit ynskja tær alt tað besta. 

setur.fo/Malan Marnersdóttir: 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2025