Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. februar 2025 | Nr. 8 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Hósvíkar Róðrarfelag stórar ætlanir

SíÐa 9

1 Leygardagur 22. februar 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Javnaðarstevið

Javnaðarflokkurin er avbjóðaður í løtuni. Bylgjubrotini eftir misálitið á landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum oktober merkjast enn.

Í vikuni var flokkurin loksins klárur til at biðja løgtingið um loyvi at manna løgtingsnevndirnar av nýggjum eftir skiftið í landsstýrinum. Eygleiðarar bíðaðu spentir eftir at hoyra, hvat flokkurin nú hevði í kvittanum, tí løgmaður, sum eisini er formaður í flokkinum, alment hevði lova fyrrverandi landsstýriskvinnuni ein “tungan” nevndarsess.

Tað vóru tey, sum roknaðu við, at tingmaðurin sum hevur fingið sæti í bæði fíggjar- og uttanlandsnevndini, harav formanssessin í hesi seinnu, nú mátti geva seg og lata annan sessin frá sær. Tað vildi hann eftir øllum at døma ikki.

Tá so forkvinnan í fíggjarnevndini heldur ikki vildi geva seg – ja, so var ikki nakar “tungur” postur til fyrrverandi landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum, sum formaðurin annars hevði lovað henni.

Sjálv vildi fyrrverandi landsstýriskvinnan ikki viðganga, at hon var vónbrotin av hesum, men ásannaði, at hon ikki fekk tað, sum hon ynskti, og at hon tók avgerðina til eftirtektar. Og í sama andadrátti greiddi hon frá, at tað sum var farið fram, hevði verið so mikið “strævið”, at hon nú fór í farloyvi frá tingarbeiðinum í eina tíð.

Eftirfylgjandi hevur løgmaður verið frammi og greitt frá, at hóast tað ikki eydnaðist at finna fram til eina semju í tingbólkinum um, hvussu løgtingsnevndirnar skuldu umskipast, so fungerar samstarvið í landsstýris- og tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum “framúr væl”.

Tá kann tað tykjast undarligt, at fyrrverandi landsstýriskvinnan sær seg noyddan at trekkja seg frá arbeiðinum í eina tíð, tí tað er ilt at ímynda sær, at fundarvirksemi í tingbólkinum hevur verið meira møtimikið enn at vera landsstýrisfólk við evstu ábyrgd av fleiri tungum málsøkjum.

Í sama viðfangi, sum løgmaður greiddi frá framúr góða stevinum í tingbólkinum, so avvísti løgmaður allar spekulasjónir um hann møguliga umhugsaði sína støðu sum formaður í flokkinum.

So er tað komið upp á pláss. Sjálvandi ber illa til at fara frá sum formaður, sum sitandi løgmaður, serliga um ongin natúrligur eftirfylgjari stendur á gáttini til reiðar at taka yvir.

Eyðvitað er, at Javnaðarflokkurin hevur eina risastóra avbjóðing hetta til komandi løgtingsval. Tí veljarakanningarnar hava ikki verið mildar mótvegis løgmansflokkinum. Tað fylgir ongin ókeypis viðburður við løgmanssessinum. Tann einaferð so nógv umtalaða løgmanseffektin er ikki galdandi longur síðan flokkarnir læstu seg í núverandi blokkskipan.

Flokkurin, sum situr við løgmanni, hevur hesi seinastu valini ikki megnað at varðveitt sína støðu, og hevur staðið sum tapari á eftirfylgjandi løgtingsvali. Um hetta ikki skal henda enn einaferð, so skal Javnaðarflokkurin veruliga taka seg um reiggj fyri at fáa veljararnar til aftur at trúgva hugsjónini, og standa við hana.

Ein byrjan kundi verið at verið eitt sindur greiðari í sínum boðskapi, so almenningurin ikki í dagavís skal gita, hvat tað er, sum flokkurin stendur fyri.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 818

    Lisnar síður: 3234

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 22. februar 2025

Bert smávegis broytingar í nevndarsamansetingini

Ingilín D. Strøm fær kortini ongan tungan nevndarsess - men verður varalimur fyri Bjarna Hammer í fíggjarnevndini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umskipanin av løgtingsnevndunum hósdagin fekk lítla og onga broyting fyri nevndarumboðanina hjá Ingilín Didriksen Strøm, sum legði frá sær sum landsstýriskvinna í oktober.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og floksformaður, hevur í miðlunum annars ført fram, at Ingilín átti at fingið eina meira tunga og avgerðandi umboðan í løgtingsnevndunum. Men varð tað einans ein kjans sum varalimur í fíggjarnevndini, sum hon fekk afturat, tá Javnaðarflokkurin gjørdi broytingar í síni umboðan í løtgingsnevndunum.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan varðveitir sess sín í rættarnevndini. Harafturat verður hon varalimur fyri Hans Jacob Thomsen í trivnaðarnevndini. Og so varð eisini staðfest, at hon er varalimur fyri Bjarna Hammer í fíggjarnevndini. Á heimasíðu løgtingsins hevur Súsanna Bertholdsen, sum nú er landsstýriskvinna, annars staðið til enn at eiga henda sessin.

Tað var bert Javnaðarflokkurin, sum brúkt møguleikan fyri at gera broytingar.

Onnur broyting er, at Uni Holm Johannesen fær sessin í mentanarnevndini, sum Súsanna Bertholdsen sat í áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna. Og Kim Djurhuus fær sessin, sum Súsanna Bertholdsen hevði í trivnaðarnevndini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

3 Leygardagur 22. februar 2025

Ingilín fer í farloyvi eftir vónbrot í løgtinginum

Dylir ikki fyri, at hon er ónøgd yvir at flokkurin ikki tillutaði henni tyngri umboðan í løgtingsnevndunum

Ingilín D. Strøm (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ingilín Didriksen Strøm dylir ikki fyri, at hon er ógvuliga vónsvikin av nevndarvalinum, sum var í løtginginum hósdagin. Tí at hon, sum næstvald á javnaðarlistanum, hevði væntað – og helst eisini fingið lovað – eina tyngri umboðan í løgtingsnevndunum.

Men tað gjørdist ikki úrslitið, tá Javnaðarflokkurin loksins rokeraði sínar nevndarlimir.

Í samrøðu við útvarpið segði Ingilín D. Strøm, at hon góðtekur avgerðina, sum flokkurin hevur tikið, men dylir ikki fyri, at hon er misnøgd.

Hon upplýsti eisini, at hon nú tekur farloyvi frá tingarbeiðinum í eina tíð, og “so taka vit tað harfrá”. Meira vildi hon ikki siga um avgerðina.

Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinna hjá Javnaðarflokkinum og forkvinna í fíggjarnevndini greiddi frá, at tað er vanligt, tá landsstýrisfólk verða skift út, at teir nevndarsessirnir, ið verða leysir, skifta eigara, og tað er tað, sum er hent í hesum føri.

Eyðgunn Samuelsen vildi ikki taka støðu til, um nevndarbýtið er rímiligt, tá hugsað verður um, at Ingilín D. Strøm er tann í tingbólkinum, sum fekk nógv flestar persónligar atkvøður á løgtingsvalinum seinast.

Men hon greiddi frá, at ein avtala er gjørd við Bjarna Hammer, at Ingilín D. Strøm, sum varalimur fyri hann, tekur sær av nøkrum av málunum í fíggjarnevndini, og tekur sæti í nevndini, tá hesi mál eru fyri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

4 Leygardagur 22. februar 2025

- Hetta kann vera ein vinnarasangur

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er vís í, at hon kann standa seg væl til Eurovison, um tað ber á mál í Herning. Einki verður tó tikið fyri givið, og hava nógvir íbúgvar á Oyrasundi hoyrt partar av "Hallucination" í longri tíð

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. Beint nú fylla samrøður og annað nógv hjá havnarkvinnununi, sum í dag sleppur at uppliva Jyske Bank Boxen í Herning - til barna MGP. - Tá fer tað kanska meira at ganga upp fyri mær, hvat eg havi sagt ja til (Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

- Eg syngi meira enn eg tosi, og tað skal eitt sindur til.

Soleiðis heldur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skemtandi fyri hendan sólríka fyrrapartin í Keypmannahavn Portalurin hevur sett henni stevnu í blokki K á Oyrasundskolleginum. Hetta er ein av stóru betongblokkunum í størsta føroyska býlinginum uttan fyri Føroyar.

Í hesum blokkinum hevur Sissal, sum dagliga nýtir navnið Jóhanna men í tónleikahøpi brúkar sítt "fyrsta fornavn", sungið "Hallucination" aftur og aftur seinastu mongu mánairnar. Havnarkvinnan venur nógv - eisini í sínari íbúð har Sissal býr saman við unnustanum og sínum tveimum børnum.

Í prátinum við Portalin setur komandi Melodi Grand Prix-luttakarin orð á, hvussu nógv tónleikur hevur fylt í lívi hennara, og hvussu tann parturin sampakkar við lívið annars. Millum annað tað at lesa til lærara ið Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ger her í Keypmannahavn.

Alt frá Nósa Barnaprix til Ársins songrødd til fýra stórar sangleikir í Føroyum - millum annað "Grease" har hon hevði stóran leiklut.

Nú er tað meira "teldukendur" tónleikur heldur enn tað meira organiska, og tað er tað, sum Sissal helst vil. Nú til Melodi Grand Prix er tað skrúað nakað upp fyri syntisaisaranum, og "Euro Pop"-ljóðið skínur ígjøgnum. Og jú; tað hevur sjálvandi ávísan íblástur frá "Euphoria" hjá svensku Loreen. 

Hallucination hjá føroysku songkvinnuni er longu samanborin við vinnarasangurin hjá 2012 av mongum. Eyðkendi Eurovision-sangurin er nakað, sum so nógv fara aftur til, tá ein slíkur sangur skal skrúvast saman. Sissal skilir samanberingarnar men vísir eisni á munirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Sangurin hjá føroysku Sissal, sum hon um átta dagar skal framføra í Herning

Oyrasundsbúgvin dylur ikki fyri, at hon og hennara toymi síggja teira íkast sum ein, ið avgjørt kann verða ein vinnarasangur 1. mars - og sum eitt gott umboð til sjálvt Eurovision seinni í ár. Nú snýr teg seg um at framføra Hallucination rætt í Herning, og ikki lata favorittleiklut og annað prát ávirka nógv.  

- Tað eru sjálvandi nógvir sterkir sangir við, men tað hevði verið eitt slag av niðurlagið ikki at vunnið í Herning. Tað verður ein stór uppliving, og nógv skal gerast áðrenn og rætt til sjálva framførsluna. Eg skal royna at sannføra dómsnevnd og áhoyrar um, at "hetta er tað". Og so mugu vit taka tað sum tað er, sigur føroyingurin smílandi.

Hoyr Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen millum annað greiða frá fyrireikinginum, tað at umboða Føroyar og sínari tónleikaleið í ljóðbrotinum ovast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

5

Størv

Skrivstovunæmingur til Posta

Meira Umsóknarfreist: 10. mars 2025

Juniormeistari til Norrönu

Meira Umsóknarfreist: 05. mars 2025

Umhvørvisstovan søkir eftir deildarleiðara til deildina Land- og sjókort

Meira Umsóknarfreist: 26. februar 2025

Tekniskt starvsfólk til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Meira Umsóknarfreist: 24. februar 2025

Sýnsfólk til Trygd

Meira Umsóknarfreist: 26. februar 2025

Verkætlanarleiðari til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 24. februar 2025

Leiðari til Borgaratænastuna hjá Føroya Politi

Meira Umsóknarfreist: 24. februar 2025

Spennandi avloysarastarv sum greinari innan burðardygd

Meira Umsóknarfreist: 23. februar 2025

Starv sum fulltrúi/løgfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Meira Umsóknarfreist: 24. februar 2025

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 27. februar 2025

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Meira Umsóknarfreist: 02. mars 2025

Løgfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 23. februar 2025
6 Leygardagur 22. februar 2025

MobilePay virkar í Føroyum í apríl

Síðstu tøkniligu forðingarnar verða nú loystar, og í apríl ber til at brúka væl umtóktu appina í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í nógv ár hava danir brúkt skipanina MobilePay til smátt og stórt, tá tað snýr seg um at gjalda fyri eitthvørt.

MobilePay varð av fyrstantíð ment til danska marknaðin og síðani ment til at fevna um alt fleiri lond. Av tøkniligum ávum hevur tað higartil ikki borið til at brúkt føroysk p-tøl, v-tøl, telefonnummur og Samleikan í MobilePay, og tí hevur appin ikki riggað í Føroyum. Síðsta hond verður nú løgd á at gera neyðugu tillagingarnar í MobilePay, so øll omanfyri 13 ár í næstum fara at kunna fáa gagn av snildu appini.

MobilePay er ein app, ið ger tað ómakaleyst at rinda og flyta pengar til onnur bert við at skriva telefonnummarið.

Við MobilePay koma pengarnir á kontu alt fyri eitt, og tað er skjótt at býta útreiðslur millum fleiri fólk. Eisini ber til at senda umbøn um gjalding, um onkur skyldar tær pengar.

MobilePay verður eisini ein fyrimunur fyri smærri vinnurekandi, ítróttarfeløg og onnur, ið taka ímóti gjaldingum javnan ella bara av og á. Tað verður nú munandi lættari at taka ímóti gjaldingum til ítróttartiltøk, festivalar, í handlum, á kaffistovum og í støkkupphandlum ella -matstovum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

7 Leygardagur 22. februar 2025

Fyrrverandi stjórin í Magn meldaður fyri undandrátt

Finn Jakobsen er meldaður av samstarvspartnara hjá Magn, og løgreglan kannar mál um undandrátt

Finn Jakobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Veruliga orsøkin til knappligu fráfaringaravtaluna við Finn Jakobsen hevur samband við eitt mál um undandrátt, sum nú liggur hjá løgregluni. Hetta visti Frihedsbrevet at siga í vikuni.

Magn boðaði 12. november 2024 frá, at Finn Jakobsen fór frá sum stjóri beinanvegin. Hann hevði annars røkt starvið sum stjóri í Magn síðan 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri í felagnum.

Løgreglan váttar fyri Frihedsbrevet, at Finn Jakobsen varð meldaður av einum samstarvspartnara hjá Magn tann 13. november 2024. Altso dagin eftir  tíðindaskrivið.

Sambært keldum hjá Frihedsbrevet skal málið snúgva seg um vindmyllufelagið Pf. Flatnahagi, sum Magn eigur saman við Lív. Finn Jakobsen skal hava flutt pengar úr Pf. Flatnahagi til privat viðurskifti. Pengarnir skulu vera goldnir aftur, men tað broytir ikki, at málið liggur hjá løgregluni.

Skrivlig skjøl fyriliggja ikki enn. Fyrrverandi stjórin og nevndarformaðurin í Magn hava onga viðmerking til søguna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

8 Leygardagur 22. februar 2025

- John var tann besti á sínum øki

Fyri aðru ferð innan fyri fáar vikur vóru starvsfólkini hjá Gist & Vist savnað nú enn eitt markant starvsfólk andaðist alt ov tíðliga

(Mynd: Hanna Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Minni enn eina viku eftir jarðarferðina hjá Jógvani S. Rasmussen, høvuðskokki og verti í Áarstovu, komu enn eini deyðsboð um at eitt kent andlit í matstovuvinnuni í Havn hevur lagt árarnar inn.

John Mikkelsen, tænari, vínserfrøðingur og vertur ‘par excellence’ gjørdist einans 50 ára gamal.

Tey allar flestu, sum hava vitjað eina av matstovunum í Gongini ella ‘heima í Havn’ vita hvør John Mikkelsen var, og hava uppliva professionella blíðskapin, sum var hansara vørumerki.

[object Object]

Seinnapartin hósdagin savnaðist stórur hópur av núverandi og fyrrverandi starvsfeløgum hjá John til eitt minningarhald, ið varð hildið í matstovuni Hvonn á Hotel Tórshavn, sum var fylt upp til síðsta stól og væl tað.

- Vit hava mist tann besta innan sítt fak. Ikki bara hjá okkum, men í øllum Føroyum, segði Jóhannes Jensen, tá hann orðafáur bjóðaði vælkomin. Orðafáur, tí hann segði seg ikki kunna halda nakra røðu í hesi støðu, men hann fekk staðfest, at John Mikkelsen var tann besti tænarin og verturin, sum hevur virkað innan føroyska matstovuvinnu – nógv tann besti innan sítt fak.

John Mikkelsen small um á veg heim frá arbeiði á Hotel Tórshavn mánakvøldið. Varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men vaknaði ongantíð aftur. Hann andaðist tíðliga týsmorgunin.

Ávirkan á nógv fólk

Tað er greitt, at John hevur havt sína ávirkan á nógv fólk, sum hava virkað innan matstovuvinnuna í Havn. Huglagið á Hvonn seinnapartin var tungt. Og eisini ófatiligt, at starvsfólkini hjá Gist & Vist skulu uppliva hetta aftur so stutt eftir at tey høvdu havt eitt líkandi minningarhald í Áarstovu fyri bert gott tveimum vikum síðani.

Les eisini: Ein smeitur fyri matstovuvinnuna

Aftur hesaferð var tað Hanus í Gørðum, fongsuls- og sjúkrahúsprestur, sum var komin at siga nøkur uggandi orð til starvsfólk og familju, og hann eggjaði teimum, sum vóru til staðar um at seta orð á hvussu persónurin var, sum tey nú syrgja og minnast.

At seta orð á minnini er ein góður máti av arbeiða seg úr sorgini og skelkinum, sum ein kann koma í í slíkari støðu, vísti presturin á.

Semja er um, at John var ein fryntligur persónur, hvørs aðalmál var, at øll skuldu kenna seg væl, sum komu til hansara at hugna sær. Hann hevði ans fyri tí einstaka gestinum og dugdi sera væl at fáa fólk at kenna seg væl og vælkomin.

Hann fekk eisini rós fyri at hava verið ein góður leiðari. “Onki problem”, plagdi hann at siga, lættur á lyndi. Hann dugdi at fáa tingini at glíða vístu starvsfelagarnir á. Tey minnast hann eisini sum ein leiðara í dugdi at fáa starvsfólkini at kenna seg væl. Minti tey á at slappa av, eisini tá tað var allar mest at gera á matstovuni.

John Mikkelsen var tænari og vertur á øllum matstovunum heima í Havn, mest tó í Áarstovu. Hann hevði eisini ábyrgdina av víngoymsluni, og man eisini vera millum tey fakfólk í Føroyum, ið hava tilognað sær størstu vitan um vín yvirhøvur.

(Mynd: Hanna Vang)

Fyri John var tað eisini ein stórur heiður, tá Áarstova fyri nøkrum árum síðani ognaði sær eina heila tunnu av framúr fronskum Bourgogne víni, keypt á kendu vínuppboðssøluni Hospice de Beaune, høvuðsbýnum í kenda franska vínøkinum. Tí á etikettunum á fløskunum stendur “Acquéreur: Áaarstova – John Mikkelsen”, sum merkir at tað er tappað serliga til navnfræma víntænaran í Áarstovu.

Les eisini: John fingið dýrabarar dropar í varðveitslu

Fyri knøppum ári síðani gavst John í starvinum sum vertur í Áarstovu, og lat henda kjansin yvir til Jógvan S. Rasmussen, sála. Hesa seinastu tíðina hevur John ístaðin virkað í móttøkuni á Hotel Tórshavn í Vágsbotni.

Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni. 

[object Object](Mynd: Birgir Kruse)

[object Object]
Bent Christensen og John Mikkelsen tá John varð valdur til serligt ikon innan føroysku matstovuvinnuna av Den danske Spiseguide (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Ingi Samuelsen)

[object Object](Mynd: Birgir Kruse)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

9 Leygardagur 22. februar 2025

Hósvíkar Róðrarfelag stórar ætlanir

Nýtt neyst skal byggjast í Hósvík. Verkætlanin varð løgd fram fyri limum á aðalfundinum í vikuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósvíkar Róðrarfelag hevur í eina tíð arbeitt við ætlanum um at byggja eitt nýtt róðrarneyst. Á aðalfundinum í vikuni, bleiv verkætlanin løgd fram fyri limum, og næsta stig er at fremja projekteringina og tryggja fígging til byggingina.

Nýggi bygningurin skal vera karmur um kappróður, sjóvarítrótt og annað virksemi, ið stuðlar undir ítróttalívið í Sundalagnum.

Talan er um eitt stórt framstig, sum fer at skapa eitt hent og nútímans umhvørvi til bæði royndar og nýggjar rógvarar, eins og onnur, ið virka innan sjóvarítrótt. Hetta verður eisini ein møguleiki at styrkja venjingarumstøðurnar og menningarmøguleikarnar hjá íðkarum í økinum.

Nýggja neystið verður ein miðdepil fyri kappróður, men fer samstundis at hava karmar til fundar- og skeiðsvirksemi, sum fer at gagna bæði felagnum og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin at skapa rúm fyri tiltøkum, sum kunnu stuðla undir ferðavinnuna, við at nýta neystið til framsýningar, upplivingar og onnur tiltøk.

Róðrarneystið hava ZETA arkitektar teknað, og sniðið á bygninginum er teknað við íblástri úr føroyska kappróðrarbátinum, umframt hvussu ein alda brýtur. Bygningurin er teknaður soleiðis, at hann bindur sjógv og land saman í eina eind.

[object Object]

[object Object]Hendan myndin vísir verðandi og nýggja neystið (Mynd: Hósvíkar Róðrarfelag)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

10 Leygardagur 22. februar 2025

- Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Løgmaður luttók herfyri á árligu trygdarráðstevnuni í München, har heimsins leiðarar hittast at umrøða áleikandi uttanríkis- og trygdarpolitisk mál

Løgmaður í práti við kanadisku uttanríkisráðráðkvinnuna, Mélanie Joly
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgmaður luttók í undanfarnu viku á árligu trygdarráðstevnuni í München, har heimsins leiðarar hittust at umrøða áleikandi uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í ár var tað serliga støðan í Evropa og boðskapirnir hjá nýggju amerikansku stjórnini um eina friðartilgongd í Ukraina, sum settu dagsskránna.

- Eftir stendur, at støðan í heiminum er alsamt meira óviss. Heimurin býtir seg í løtuni upp í valdspólar, og tað máar støðið undan tí reglustýrda heimssamfelagnum, sum vit hava kent í áratíggju. Tað mugu vit taka í størsta álvara. Føroyar skulu taka virknan lut í strembanini at varðveita støðufesti við at stuðla undir virksemi hjá NATO og virka fyri samanhaldi millum sameind, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hesum tók eitt samt løgting undir við, tá ið tjóðartrygdarpolitikkurin varð samtyktur í fjør.

Ein høvuðsniðurstøða frá ráðstevnuni er, at londini í Evropa í løtuni taka stór tøk fyri betri at kunna standa fyri egnari trygd, samstundis sum stuðulin til Ukraina miðvíst verður øktur.

- Fremsta raðfestingin beint nú má vera at hjálpa Ukraina at verja seg og at styrkja Evropa sum heild. Samanhaldið millum evropeisku londini er sterkt, serliga í spurninginum um Ukraina. Men Evropa tørvar eisini USA - á sama hátt sum USA tørvar Evropa. Tað eru munandi fleiri mál, ið sameina Evropa og USA, enn tað eru mál, ið skilja Evropa og USA, sigur løgmaður.

Á ráðstevnuni hitti løgmaður millum annað donsku forsætisráðkvinnuna Mette Frederiksen, norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre, íslendsku forsætisráðkvinnuna Kristrún Frostadóttir, amerikanska admiralin Stuart Munsch, nýggja formannin í hernaðarnevndini í NATO, Cavo Dragone, og kanadisku uttanríkisráðkvinnuna, Mélanie Joly.

[object Object]
Løgmaður í práti við ovastan fyri evropeisku deildina hjá NATO, Stuart Munsch

[object Object]
Kristrún Frostadóttir tók nýliga við sum forsætisráðkvinna í Íslandi. Her avmyndað saman við løgmanni eftir fund í München

[object Object]
Løgmaður nýtti eisini høvið í München at fundast við Mette Frederiksen, forsætisráðkvinnu í Danmark


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

11 Leygardagur 22. februar 2025

Londini í útnorði skulu standa saman og styrkja samstarvið

Nýggj stjórn varð skipað í Íslandi í desember, og landsstýrismaðurin hitti í vikuni nýggju íslendsku uttanríkisráðkvinnuna, Þorgerð Katrína Gunnarsdóttir, og vinnumálaráðkvinnuna, Honnu Katrína Friðriksson, í Reykjavík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggj stjórn varð skipað í Íslandi í desember, og landsstýrismaðurin hitti hósdagin nýggju íslendsku uttanríkisráðkvinnuna, Þorgerð Katrina Gunnarsdóttir, og vinnumálaráðkvinnuna, Honnu Katrína Friðriksson, í Reykjavík. 

Fundirnir snúðu seg ávikavist um spentu støðuna á altjóða pallinum, trygdar- og verjumál, umframt tvílandaviðurskifti í sambandi við Hoyvíkssáttmálan.

Báðir partar vóru samdir um, at samstarvið millum londini er gott og eigur at styrkjast í øllum lutum, har Ísland og Føroyar standa saman um leiklutin sum miðdeplar í Norðuratlantshavi og Arktis, og stuðla undir samstarvi millum samsint lond á norðurleiðunum. Semja var somuleiðis um, at grundarlagið fyri samstarvinum millum londini er sterkt við Hoyvíkssáttmálanum, og at báðir partar mugu miðvíst virka fyri at finna loysnir á møguligum ósemjum, til tess at tryggja, at samstarvið kann halda áfram við at mennast og víðkast.

- Eins og á fundinum við Espen Barth Eide, uttanríkisráðharra Noregs, umrøddu vit trygdar- og verjumál, umframt hvussu vit tryggja eitt munandi sterkari samstarv millum tjóðirnar í Norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum døgum, har ið upploysn er í øllum vanligum samskifti millum londini í heiminum, er ongantíð meira týdningarmikið, at tjóðirnar í Norðuratlantshavi standa saman um at vit – fólkið, ið her býr og livir – seta dagsskránna og tryggja fólkaræði og altjóða reglur í okkara parti av heiminum, sigur landsstýrimaðurin í uttanríkis- og vinnumálum. 

Landsstýrismaðurin nýtti somuleiðis høvi at vitja Keflavík Air Base, og fekk har kunning um eftirlitsvirksemið í Íslandi, og vitjaði ein av teimum fýra lofteftirlitsradarunum, sum Ísland rekur, sum partur av NATO. Vitjanin var liður í fyrireikingunum til, at Føroyar í næstum yvirtaka málsøkið loftferðsla og eftirlitið við loftrúminum í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

12 Leygardagur 22. februar 2025

- Umráðandi at varðveita eitt tætt samskifti við okkara grannalond

Føroyar og Noreg hava felags áhugamál og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis, staðfestir Høgni Hoydal. Í vikuni hevði landsstýrismaðurin sín fyrsta fund við norska starvsbróður sín

Tað eru "spentar tíðir", og vit eru í einari "rembingartíð", staðfestir uttanríkisráðharrin, sum vil tryggja framhaldandi gott samband við Noreg (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hitti mánadagin norska uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide, í Oslo.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at ein sínámillum fundur er millum starvsbrøðrurnar.

Høgni Hoydal og Espen Eide hava áður hava hitst og luttikið á fundum saman í  millum annað NATO høpi, men nú var mett, at tíðin var røtt til ein "ein-til-ein" fund.

Tað kemst millum annað av tíðini, sum vit eru í. Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørdi eftir luttøku sína á árligu trygdarráðstevnuni í München greitt, at støðan í heiminum er alsamt meira óviss.

Linjan hjá landsstýrinum er, at tað er týdningarmikið at kenna sínar vinir og samstarvsfelgar. Hetta staðfesti landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eisini eftir fundin í Oslo:

- Føroyar og Noreg hava felags áhugamál og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum spentu rembingartíðum er tí umráðandi at styrkja samstarvið og varðveita eitt tætt samskifti við okkara grannalond, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.

Á fundinum varð uttanríkis- og trygdarpolitiska støðan í heiminum umrødd, umframt felags avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis, upplýsir uvmr.fo.

Landsstýrismaðurin kunnaði somuleiðis um §6 nevndina, ið skal greiða spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO, og um komandi formansskapin í Arktiska Ráðnum, sum Føroyar, Grønland og Danmark yvirtaka frá Noreg í mai. Eisini varð skift orð um tvílandaviðurskifti, herundir handil og fiskivinnu, og møguligt tættari samstarv á nettrygdarøkinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

13 Leygardagur 22. februar 2025

239.705 krónur til børnini

Leygarkvøldið var árliga gallaveitslan hjá Team Rynkeby Føroyum, og í ár gav hon nærum 240.000 krónur

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið skipaði Team Rynkeby enn einaferð fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Í sambandi við veistluna varð kekkur handaður, og veitslan gav í ár 239.705 krónur, boðar Team Rynkeby Føroyar frá í tíðindaskrivi.

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

14 Leygardagur 22. februar 2025

LÍV og Norðoya Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning í summar

Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu og ovastu hædd í bygningi í Óðinshædd í havn, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Jan Jakobsen, stjóri í LÍV
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

LÍV og Norðoya Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning á Óðinshædd í Havn. Tað er LÍV, sum letur bygningin byggja, og verður hann liðugur á sumri 2025.

Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu og ovastu hædd, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell, sum passar væl til smærri feløg og fyritøkur. Bygningurin lýkur øll nútíðarkrøv og hevur fokus verið á nýtsluna í bygninginum. Varandi orka verður nýtt til at hita bygningin, ið er bygdur við tilfari, sum krevur lítið viðlíkahald. Fyri leigaran hevur fokus verið á ljós-, luft- og ljóðviðurskifti. Arbeitt verður eisini við møguleikanum at seta sól-panel á takið.

Virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Havn er nógv vaksið, síðani deildin læt upp í 2007. Hóast tað er trupult at flyta, fær Norðoya Sparikassi ein tíðarhóskandi bygning, sum ikki er so langt frá núverandi staðseting.

- Í tilgongdini at finna nýggj høli, varð tað skjótt greitt, at bygningurin kundi nøkta tørvin hjá sparikassanum framyvir. Eisini letur nýggi bygningurin upp fyri, at kundar kunnu fáa fleiri fíggjarligar tænastur á sama stað, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

LÍV hevur hildið til í Kopargøtu í nógv ár, men hevur viljað flutt inn í meira tíðarhóskandi høli til frama fyri kundarnar og starvsfólkini.

- Tað verður kensluborið at flyta úr Quillingsgarði, men nýggi bygningurin fer at geva felagnum nýggjar møguleikar og at bøta um atkomuligheitina til felagið, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

Av tí at bygningurin fer at hava ymiskar leigarar, er ætlanin at skipa fyri einari navnakapping til bygningin. Hetta skal stuðla upp undir samleikan og gera tað lættari at vita, hvar bygningurin er staðsettur og hvat virksemið verður í bygninginum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

15 Leygardagur 22. februar 2025

Nýggjar vegleiðingar um skíggjaráð

Almennu tilmælini eru tó ikki heilt liðug enn, og farið verður í næstum undir at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum í Føroyum

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað. Til vinstru Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heilsustýrið hevur í rúma tíð arbeitt við nýggjum skíggjaráðum. Málið er at kunna leggja fram almenn tilmæli um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum. Hóast tilmælini ikki eru heilt liðug enn, so verða nakrar nýggjar vegleiðingar um skíggjanýtslu nú kunngjørdar.

Avvarðandi landsstýrisfólk, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað.

Vegleiðingarnar byggja á nýggjastu vitan innan økið, eitt nú á svensku skíggjatilmælini frá 2024, umframt á skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2021. Dentur verður lagdur á tørvin hjá børnum og ungum fyri at mennast og trívast, eins og atlit verður tikið til menning og búning á ymsum aldursstigum. 

Talgildir miðlar eru í dag ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Flestu børn frá 12 ára aldri brúka fartelefon hvønn dag, og í ungdómsárunum brúka 85 prosent sosialar miðlar dagliga.

- Fleiri ágóðar eru við talgildu pallunum. Tað er lætt at knýta og varðveita sosial sambond, at spæla spøl, fáa atgongd til kunning og tíðindi eins og læra ymiskt nýtt. Kortini uppliva nógv børn og ung, at tey brúka skíggja meira, enn tey í veruleikanum vilja, og at nýtslan hevur eina negativa ávirkan á m.a. svøvn, rørslu og skúlaavrik. Tey uppliva eisini happing, hóttanir, kynsligan ágang og aðrar álvarsligar støður á netinum. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum tikið stig til, at allir skúlar seta í verk fyriskipanir at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum.

Nýtslan av talgildum miðlum hevur ávirkan á bæði sálarheilsu og likamliga heilsu hjá børnum og ungum, og er hetta sostatt ein týdningarmikil fólkaheilsuspurningur.

Vegleiðingarnar venda sær í høvuðsheitum til foreldur/vaksin, og eru býttar í tríggjar partar: Ráð um skíggjanýtslu, skift sundur í aldursbólkar, ráð um skíggjanýtslu hjá foreldrum/vaksnum og ráð um skíggjanýtslu og svøvn.

Ráðini skulu síggjast sum ein vegleiðandi leiðregla og ein møguleiki hjá foreldrum/vaksnum at tosa við børnini um, hvussu tey brúka skíggjar. Ráðini um skíggjanýtslu hjá teimum 13-18 ára gomlu venda sær eisini beinleiðis til tey ungu.

Heilsustýrið er í samstarvi við Heilsumálaráðið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið í eini tilgongd at menna nýggj skíggjatilmæli. Eisini verða aðrir avvarðandi partar í føroyska samfelagnum hoyrdir.

Farið verður í næstum undir at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum. Vegleiðingarnar, sum nú eru tøkar, eru sostatt eitt ávegis úrslit av arbeiðinum. Endaligu tilmælini verða eftir ætlan klár seinni í hesi árshálvuni.

Vegleiðingarnar eru tøkar her

Heilsustýrið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

16 Leygardagur 22. februar 2025

Fleiri sjálvtøkur til heilivág verða settar upp

Tríggjar nýggjar sjálvtøkur verða settar upp í vár, og fara tær at geva fólki betri atgongd til handkeypsheilivág alt samdøgrið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uttan fyri nýggja apotekið í Vágum verður ein av nýggju sjálvtøkunum sett upp. Hendan verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár. Hinar báðar sjálvtøkurnar verða settar upp uttan fyri apotekini í Klaksvík og Runavík.

Fyrsta sjálvtøkan í landinum var tikin í nýtslu í fjør. Apoteksverkið hevur góðar royndir við hesi sjálvtøkuni, sum er uttan fyri Tjaldurs apotek við SMS. Í sjálvtøkuni ber til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið, hetta hevur verið við til at gera tænastuna í økinum betri og smidligar.

Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa í sjálvtøkunum.

Afturat teimum fýra apotekunum og søludeildini í Steinatúni eru 19 handkeypssølur runt í landinum. Handkeypssølurnar eru í økjum, har einki apotek er og hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. Sjálvtøkurnar verða tí, í fyrstu atløgu, settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið.

Arbeitt verður framhaldandi við at gera tænastuna betri. Apoteksverkið endurskoðar regluliga atgongdina til handkeypsheilivág í Føroyum og ger metingar um, hvar tørvur er á at hava ávikavist apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur. Ætlanin er, at fleiri sjálvtøkur skulu setast upp um landið, tað fer at gera atgongdina til handkeypsheilivág enn betri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

17 Leygardagur 22. februar 2025

Við Tjarnir yvirtikin

Høllin varð avhendað leygardagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu fyrrapartin leygardagin avhendaði byggifyritøkan Articon stórhøllina við Tjarnir. Spakin varð settur í 22. desember 2022 og 15. februar 2025 var liðugt.

Fleiri myndir frá handanini og nýggju høllini síggjast her 

Myndir frá seinnapartinum tá høllin hevði opið hús  síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2025

18
Leygardagur 22. februar 2025

Ocean Rainforest keypir í Meksiko

Við tarafyritøkuni Algamar undir sínum veingjabreiði víðkar føroyska fyritøkan munandi um úrvali av vørum og atgongd til marknaðir

Roberto Marcos, stovnari av Alamarsa, saman við Ólavi Gregersen, stjóra í Ocean Rainforest (Mynd: Ocean Rainforest)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska fyritøkan, Ocean Rainforest, hevur keypt meirilutan (60 prosent) í meksikonsku fyritøkuni Alamarsa, sum eigur vørumerkið Algamar, ið er viðurkent fyri vørur framleiddar burtur úr stórtara og øðrum tarasløgum. Vørurnar eru einamest stimbrandi vakstrarevni (biostimulantar) til landbúnaðin, serliga frukt og grønmeti, og harumframt framleiðir Algamar tara-úrdráttir til matna, kosmetikk og til djórafóður.

Landbúnaður í síni heild er upprunin til triðingin av øllum útláti í heiminum, men stimbrandi vakstrarevni kunnu stuðla upp undir broytingar í siðbundnu vinnuni, og samstundis menna mótstøðuføri í mun til ágangandi veðurlagsbroytingar.

Strategiska íløgan í Algamar veksur munandi um vørusløgini, sum Ocean Rainforest kann bjóða kundunum, samstundis sum felagið røkkur longur út á heimsmarknaðin. Saman við serkunnleikanum og vælumtókta vørumerkinum hjá Algamar, fær Ocean Rainforest vaksið munandi um møguleikarnar at veita heimsmarknaðinum burðardyggar, hágóðskuvørur framleiddar úr tara.

Ítøkiliga fer Ocean Rainforest nú at framleiða hesar á virkjunum í Kaldbak, á virkinum í Santa Barbara í Kalifornia og á framleiðsluvirkinum hjá Algamar í Ensenada í Meksiko, og soleiðis tæna viðskiftafólkum í Europa, USA og Meksiko. Taraúrdráttin fáa framleiðsluvirkini frá taraalingini í Norðuratlantshavi og Kyrrahavinum.

Samstarvið leggur saman serkunnleikan hjá Algamar at framleiða vørur burtur úr taraúrdráttum og framkomnu skipanirnar til taraaling hjá Ocean Rainforest, sum í felag leggja botn undir nýskapandi og burðardyggar loysnir til heimsmarknaðin.

- Vit eru sera fegin og bjóða Alamarsa og vælumtókta vørumerkinum Algamar vælkomin í Ocean Rainforest samtakið. Hetta samstarvið passar sum fótur í hosu til okkara ynski um at veita burðardyggar loysnir innan matvøruframleiðslu og sum stuðla upp undir lívmargfeldi, sigur Ólavur Gregersen, forstjóri í Ocean Rainforest samtakinum.

Roberto Marcos, sum stovnaði Alamarsa, tekur undir við Ólavi:

- Vit blaða upp ein nýggjan og spennandi kapittul, nú vit kasta saman við Ocean Rainforest. Við atgongd til fleiri tarasløg úr ymsum heimspørtum, komplementerum serkunnleikum og felags hugmynd um at menna burðardyggar vørur burturúr tara, fer at liggja væl fyri hjá okkum at vaksa og gera mun við nýbrotum úti á heimsmarknaðinum.

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar vørurnar, sum virkini bæði framleiða sæst á heimasíðunum www.oceanrainforest.com og www.grupoalgamar.com.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

19
Leygardagur 22. februar 2025

Bakkafrost: Góð lívfrøðilig gongd, men friðaligt á Havsbrún

Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 280 milliónir krónur, samanborið við 356 milliónir fjórða ársfjórðing í 2023

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.005 tons og 1.062 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lág og miðalvektin á tikna laksinum høg.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Lívfrøðiliga gongdin er góð við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og stórum fiski til tøku. Smoltframleiðslan á landi hevur tveir ársfjórðingar í rað sett nýtt met fyri, hvussu nógv stór dygdargóð smolt vit hava framleitt. Henda gongdin er við til at hækka framleidni og lækka framleiðslukostnaðin.

Við árslok var eisini greitt, at Havsbrún annað ár á rað hevur sett ársmet í fóðursølu. Hóast tað sum heild hilnaðist væl í 2024, var heldur friðaligt á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi. Hetta tí munandi minni varð landað í 2024, enn í 2023. Sostatt var sølan av fiskamjøli og lýsi í fjórða ársfjórðingi nógv lægri, enn sama tíðarskeið í 2023.

Í Skotlandi er virksemið merkt av, at vit eru farin at framleiða stór dygdargóð smolt á nýggju Applecross smoltstøðini. Í ár økja vit munandi um framleiðsluna av smolti frá Applecross, og so hvørt sum hesi stóru dygdarsmoltini verða sett á sjógv, minkar nøgdin av tí ”gamla” fiskinum í sjónum, ið stavar frá smolti við verri dygd. Hetta vænta vit fer at betra munandi um alingina í Skotlandi og geva sjónlig úrslit næsta ár.

Samanumtikið eru vit nøgd við, hvussu tað er eydnast okkum at minka um váðan í skotsku alingini í 2024. Fellið minkaði munandi og tikni fiskurin var stórur og góður, eisini í fjórða ársfjórðingi. Tey mongu átøk, vit hava sett í verk, hava havt við sær, at rakstraravlopið (áðrenn rentur og avskrivingar) í 2024 var tað hægsta, síðani vit keyptu felagið. Í ár ætla vit at leggja raksturin líknandi til rættis sum í 2024, og tá vit næsta ár hava tikið meginpartin av ”gamla fiskinum”, og nærum einans hava fisk í sjónum frá stórum dygdarsmoltum, kunnu vit taka stig til at vaksa tøkuna í Skotlandi.

Laksamarknaðurin er merktur av størri útboði av laksi, ið trýstir laksaprísin niðureftir. Í fjórða ársfjórðingi var prísurin lægri enn væntað. Hetta hevði neiliga ávirkan á úrslitið hjá okkum.

Vit hava tríggjar stórar byggiverkætlanir í gongd – smoltstøðirnar í Applecross í Skotlandi og í Skálavík, umframt útbyggingina av fóðurframleiðsluni á Havsbrún. Hesar verkætlanir eiga ein týðandi leiklut í at røkka okkara málum komandi árini við stórum dygdar-smolti, besta fóðri og góðari fiskavælferð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

20 Leygardagur 22. februar 2025

GroAqua 13,9 milliónir í avlopi

GroAqua, sum gjørdist ársins virki í 2024, er ein fyritøka sum mennir seg alsamt og kann vísa á góðan vøkstur í sølu uttanlands

GroAqua varð kosið ársins virki 2024 á Vinnudegnum í fjør (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Talan var um eitt gott úrslit, har ársúrslitið samanborið við 2023 vaks 3,8 milliónir krónur til 13,9 milliónir krónur í 2024.

GroAqua, sum gjørdist ársins virki í 2024, er ein fyritøka sum mennir seg alsamt og kann vísa á góðan vøkstur í sølu uttanlands.

Tað, sum eykennir GroAqua, er at fyritøkan seinnu árini hevur havt stórt fokus á at menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlanda. Serliga uttanlanda hevur vøksturin verið stórur. Felagið hevur í dag deildir og dótturfeløg í Skotlandi, Póllandi, Danmark og í Norra.

GroAqua heldur til á Kambsdali.

Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá Pf. GroAqua vísir, at bruttovinningurin í 2024 á 11,5 milliónir krónur var einas 400.000 krónur hægri enn í 2023. Men vaksandi virksemi hjá GroAqua uttanlands sæst nú meira týðiligt í fíggjarligum inntøkum frá dótturfeløgum. Fíggjarligu inntøkurnar í 2024 vóru 8,6 milliónir krónur í mun til 4,3 milliónir.

Ársúrslitið hjá GroAqua í 2024 var 13,9 milliónir krónur sammett við 10,1 milliónir. Vøksturin í ársúrslitinum í 2024 var tískil 37,5 prosent.

[object Object]

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Pf. GroAqua var í 2024 í alt 150,1 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 15 prosent í mun til 2023 tá fíggjarstøðan var 130,4 milliónir.

[object Object]

Eginognin hjá GroAqua var við ársenda 2024 í alt 107,4 milliónir. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 71,5 prosent.

Langfreistaða skuldin hjá felagnum í 2024 var 16,6 milliónir krónur, sammett við 11,6 milliónir í 2023. Tískil er skuldin í 2024 niðurgoldin við 5 milliónum.

Gjaldførið hjá GroAqua var rímiligt gott í 2024, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 152 prosent í 2024 samanborið við 142 prosent í 2023.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2024 uppskot at rinda 7,5 milliónir krónur sum vinningsbýti til eigararnar.

Pf. GroAqua er dótturfelag hjá Spf. Skrínið, sum Pf. Tjaldur eigur. Harumframt eigur partur av leiðsluni ein minnilutapart í felagnum.

Stjóri fyri GroAqua, tá ið roknskapurin var lagdur fram 27. januar 2025, var Súni Justinussen. Súni Justinussen var kosin ársins leiðari í 2023. Súni er annars givin sum stjóri í GroAqua og byrjar í næstum sum stjóri í Pf. Magn. GroAqua søkir í hesum døgum eftir nýggjum stjóra. Fyribils stjóri er John Petersen.

Nevndarformaður er Janus Thomsen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

21 Leygardagur 22. februar 2025

12,8 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Av samlaða vøkstrinum, sum er 593 milliónir meira enn undanfarnu 12 mánaðir, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu 12 mánaðirnar eru 12,8 milliardir útgoldnar í lønum - 593 milliónir, ella 4,9 prosent meira enn undanfaru 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 38,9 prosent av samlaðu lønunum - eitt prosent hægri enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum.

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðunum. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan.

Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 33.633 krónur, sum er 5,6 prosent hægri samanborið við januar í fjør.

Í januar fingu kvinnur 28.000 krónur í miðal. Tað er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 38.900 krónur. Samanborið við januar í fjør er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og seks prosentum hjá kvinnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

22 Leygardagur 22. februar 2025

Útfluttu fyri samanlagt 12,3 milliardir krónur í 2024

Tað er 405 milliónir krónur færri enn í 2023, og serliga sæst tað aftur á fiskavørum. Útflutningurin til Kina vaks tó nógv - við 244 milliónum

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, men fiskavøruútflutningurin er sum heild minkaður 446,5 milliónir krónur - nærum 4 prosent (Mynd: hagstova.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hagstova Føroya hevur nú gjørt útflutningin fyri 2024 upp. Har sæst, at hann minkaði við beint yvir 400 milliónum, í mun til í 2023.

Samanlagda talið var 12,3 milliardir krónur - 405 milliónir krónur undir tí sum tað var árið fyri.

Nærum fýra prosent færri fiskavørur

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella nærum 4 prosent.

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Somuleiðis eru broytingar í, hvørji lond vit útflyta til, staðfestir Hagstovan 

- Útflutningurin av laksi er vaksin 358,5 milliónir krónur í 2024. Virðið er vaksið 6,6 prosent, og nøgdin er vaksin 16,2 prosent. Størsta afturgongdin er fyri fiskamjøl, fóður og lýsi. Her er samlaða afturgongdin 915,5 milliónir krónur, ella 45 prosent. Nøgdirnar eru minkaðar við 36 prosentum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Tann fiskavøran, vit hava útflutt mest av seinastu árini, er heilur køldur laksur. Makrelur er næstur á listanum, meðan stór minking er innan fryst flak.

Fluttu ikki líka nógv út til evropeisk lond og USA - vaksandi útflutningur til Kina

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki.

Størsta minking er í útflutningi til Evropa og Norðuramerika. Útflutningurin til ES er minkaður við 196,5 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 155 milliónum krónum uppá eitt ár.

Hinvegin er útflutningurin til Asia vaksin við 211,8 milliónum krónum, ella 30 prosentum, og er hetta orsaka av vaksandi útflutningi til Kina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Annars er útflutningurin til ES og USA sum heild vaksin nógv seinastu hóast ein minking hevur verið hetta seinasta árið.

- Í dag er útflutningurin til ES meira enn tvífalt so stórur sum áðrenn 2018. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja um eina milliard krónur áðrenn 2020 til nú at tátta í tveimum milliardum krónum árliga, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Í 2024 útfluttu vit mest til USA, hóast útflutningurin til USA minkaði við 181 milliónum krónum. Í 2022 og 2023 útfluttu vit mest til Danmarkar. Eitt sum er eyðkent við 2024 er, at býtið av útflutninginum millum londini er vorðið meira javnt. Eitt nú er útflutningurin til Kina vaksin við 243,6 milliónum krónum, ella 46,1 prosent. Tað eru nærum tey somu londini á top 10 listanum í 2024 sum í 2023, tó hevur Italia trokað Týskland av top 10 listanum. Viðmerkjast kann eisini at Russland hevur ligið á fjórða plássi seinastu árini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

23
Leygardagur 22. februar 2025

Emerald aftur til fiskiskap

Seinastu mánaðirnar hevur Emerald verið í dokk í Frederikshavn

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Stóri rækjutrolarin Emerald kom mánakvøldið á Havnina, har skipið skuldi taka útgerð og annað umborð, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.

Emerald hevur verið í dokk í Frederikshavn síðani 6. desember, har skipið hevur verið í sambandi við garanti og eftirlitsarbeiði.

Eitt nú eru dagføringar gjørdar í frystarínum umborð, soleiðis at hetta nú er munandi betri enn tað hevur verið.

Tað er eingin loyna at Emerald hevur havt avbjóðingar við frystarínum síðani skipið varð latið reiðarínum á sumri í 2023, men nú fer væntandi at ganga betur.

Emerald fór mikukvøldið í Hopendýpið at fiska.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

24
Leygardagur 22. februar 2025

Hvítanes komin aftur í flotan

Trolarin er gamal, tí hann er bygdur í 1987, men hann er í góðum standi. Hann er væl hildin, og hevur verið í vinnu heilt til desember 2024. So hann er nærum klárur til fiskiskap, sigur Suni Jakobsen, skipari

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Mikumorgunin kom gamli Hvítanes til landið. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt trolaran úr Kanada. Trolarin var lýstur til sølu í heyst, tí reiðaríið fekk ein nýggjan trolara, og kvotan var flutt yvir á nýggja trolaran.

Sjómastrúboðarin hevur vitjað umborð og fingið tá eitt prát við skiparan Suna Jakobsen:

- Trolarin er sigldur til Føroyar undir kanadiskum flaggi. Tí skulu vit fyrst flagga skipið um til føroyskt flagg. Samstundis verður tað gjørt klárt til rækjufiskiskap í Barentshavinum, sum verður tað fyrsta vit fara í holt við.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Trolarin er gamal, tí hann er bygdur í 1987, men hann er í góðum standi. Hann er væl hildin og hevur verið í vinnu heilt til desember 2024. So hann er nærum klárur til fiskiskap, sigur hann.

- Trolarin hevur bæði rækju- og svartkalvaverksmiðju. Tær verða standandi, tí vit ætla at fiska bæði rækjur og svartkalva. Rækjur í Barentshavinum og svarkalva á Flemmish Cap og vónandi eisini í bretskum sjógvið, sigur Suni.

- Hvussu var at manna skipið?

- Tað gekk væl. Allir eru føroyingar og flestu teirra eru ungir og raskir menn. Vit vóna at vera klárir at fara avstað 1. mars.

Kanadiski skiparin, Glenn Donahue, letur væl at trolaranum, sum hann hevur siglt við í 20 ár, tey síðstu 10 sum skipari.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Trolarin fer aftur at eita Hvítanes, sum hann kallaðist, tá føroyingar áttu hann, fram til 1993.

Hvítanes er 60 metrar langur og 13 metrar breiður. Motorurin er ein 3000 KW Wärtsila. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

25
Leygardagur 22. februar 2025

Thor Magni skrásettur í føroysku skipaskrásetingini

Skipið varð bygt í 2015, og hevur verið skrásett á Bahamas

(Savnsmynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Thor Magni hjá Thor í Hósvík er nú skrásettur í Føroysku altjóða Skipaskrásetingini, FAS. Skipið varð bygt í 2015 og hevur verið skrásett á Bahamas.

Skipið er eitt av fýra skipum, sum Pf. Thor lat byggja í Turkalandi í 2015.

Hini eru Thor Freya, Thor Frigg og Thor Modi. Skipini virka sum supply-skip í offshore vinnuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

26 Leygardagur 22. februar 2025

Fólkatalið á Strondum er nú farið uppum 1.100

Hetta er søguliga høgt

Um hugt verður eftir allari Sjóvar kommunu, har Strendur er nógv tað størsta búplássið, búgva samanlagt 1.271 fólk har nú tíðliga í 2025 (Mynd: sjovar.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú búgva 1.101 fólk á Strondum og so nógv fólk hava ongantíð búð har. Hetta skrivar Sjógvar kommuna á heimasíðu sínari.

Eysturoyartunnilin er helst við til gera sítt í fólkavøkstrinum. Higartil í ár eru tvey børn fødd, trý fólk eru flutt frá og 33 eru flutt til.

Um hugt verður eftir allari Sjóvar kommunu, har Strendur er nógv tað størsta búplássið, búgva samanlagt 1.271 fólk har nú tíðliga í 2025.

Á Selatrað búgva 43 fólk, í Morskranesi 20, í Kolbeinagjógv 27 og Innan Glyvur 80 fólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

27 Leygardagur 22. februar 2025

Reyði Krossur letur upp handil í Klaksvík

Ætlanin er, at nýggja endurnýtslubúðin verður kraftdepil í Norðoyggjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni lat Reyði Krossur upp nýggja sølubúð í Klaksvík.

Hetta merkir, at virksemið, sum hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur byggir á, frameftir fær virkað í nógv størri mun enn áður í Norðoyggjum. Sjálvboðin, starvsfólk og limir hjá Reyða Krossi eru á einum máli um, at tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvat hetta kann koma at merkja fyri fólkið, sum býr í økinum.

- Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður.

Fjølbroyttur endurnýtsluhandil við sosialum hjarta

Í longri tíð hava sjálvboðin í Reyða Krossi ágrýtin arbeitt við at gera Reyðakrossbúðina í Klaksvík klára. Sjálvboðin fara fyrst og fremst at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikur og amboð fáa nýtt lív.

Reyðakrossbúðin verður tó meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu. Bygningurin fer tí við tíðini eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar visjónir:

- Tað kennist stórt fyri okkum, at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík. Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og so eru hølini so stór og góð, at tey leggja upp til alskyns virksemi – tað kennist sum, at vit hava óendaliga nógvar møguleikar.

Virksemisleiðarin leggur dent á, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum fer at vera í Reyðakrossbúðini, skapar Klaksvíkin við hesum eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

28 Leygardagur 22. februar 2025

Nýtt veður á Portalinum

Ein av best umtóktu tænastunum á Portalinum hevur fingið eina yvirháling. Næstu vikurnar verður nýggja Veðrið royndarkoyrt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er tíð til eina yvirháling av veðrinum her á Portalinum.

Veðrið hevur í nógv ár verið ein av mest brúktu tænastunum á Portalinum, og vit vita, at fólk eru vanabundin og flest øll kunnu ikki torga broytingar. Tí hava vit verið varin, nú vit hava dittað okkum at gjørt dagføringar.

Royn nýggja Veðrið her

Leinki til aðrar veðursíður eru framhaldandi ovarliga og lættar at finna, og nú hava vit eisini seinastu støð. Hesin teigur vísir fimm teir seinastu býirnar ella bygdirnar, tú hevur verið á.

[object Object]

[object Object]

Forsagnir frá Veðurstovu Føroya eru komnar við. 24 tíma forsøgnin liggur frammi, meðan 5 daga forsøgn og forsøgn fyri havleiðir eru lættar at fáa fram við einum klikki.

Veðurforsøgnina sum ritmynd hava vit varðveitt, men longur niðri á síðuni sæst veðrið 10 dagar fram í lista. Hetta fyri at geva betur yvirlit.

[object Object]

Niðast er væl umtókta veðurkortið frá Windy at finna.

Í løtuni royndarkoyra vit nýggju veðurtænastuna og taka ímóti rís og rósi frá tykkum - okkara brúkarum. Sært tú onkran feil ella hevur tú viðmerkingar um okkurt, sum tú heldur átti at verið øðrvísi, send ein teldupost til [email protected].

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

29 Leygardagur 22. februar 2025

Felagsguðstænasta fyri alla Suðuroynna sunnudagin

Gudstænastan verður í Marghøllini, sum er gjørd aftur eftir stóra skaðan. Eftir sjálva guðstænastuna verður eisini ymiskt á skránni í Vági

Áður hava prestarnir og kirkjuráðini skipað fyri útiguðstænastu, men hetta er fyrsta veruliga tiltak fyri alla oynna. Tað er ætlað eldri sum yngri
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni bjóða sunnudagin 22. februar til stórt felagstiltak í Vági.

Marghøllin, sum í fjør bleiv gjørd aftur eftir stóran skaða, verður í ár karmur um felagsguðstænastu. Tað er prestarnir og kirkjuráðini í Suðuroynni, ið skipa fyri.

Tiltakið hevur verið fyrireikað í eina tíð og nú sunnudagin verður stóra tiltakið, ið er ætlað øllum, børnum, vaksnum, ungum og eldri.

Áður hava prestarnir og kirkjuráðini skipað fyri útiguðstænastu, men hetta er fyrsta veruliga tiltak fyri alla oynna.

Guðstænastan sunnudagin kemur at líkjast vanligari guðstænastu, tó so eru søga og sangur, ið venda sær til børnini eisini á skránni.

Eftir guðstænastuna verður bjóðað til pizza og okkurt drekkandi, eins og tað eisini verður kaka og kaffi.

Frálíku karmnarnir í Marghøllini gera so eisini at eftir guðstænastuna, kunnu tey vitjandi royna klatriveggin, hoppiborgirnar og annars spæla sum teimum lystir. 

Guðstænastan byrjar klokkan 13 sunnudagin 22. februar í Marghøllini í Vági.

[object Object][object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

30 Leygardagur 22. februar 2025

Spæl Føroyskt vikan fer á flog í Vágunum

Mánakvøldið verður árliga Spæl Føroyskt vikan sett í gongd við ókeypis tiltaki í Listastovuni í Miðvági

Aggrasoppar vera við á setanartiltakinum í Miðvági mánakvøldið (Savnsmynd: Tórsgøta)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Longu nú er greitt, at Spæl Føroyskt, sum seinastu árini hevur verið vikuna undan FMA (Faroese Music Awards), verður størri í vavi enn nakrantíð áður. 

Stóra navnið til setanina hesaferð verður Aggrasoppar, sum hevur rættiligan vind í seglunum bæði í Føroyum og á altjóða pallinum. Haraftrat fara næmingar úr skúlanum á Giljanesi at framføra til setanina. 

Tað verður borgarstjórin í Vága Kommunu, Bjarni Prior, sum bjóðar vælkomin, meðan Katrin Petersen, virkandi stjóri í Kringvarpinum, fer at halda røðu. Síðani verður røða hildin av formanninum í Tónleikasambandinum, Dánjali Dam á Neystabø, sum setur Spæl Føroyskt vikuna í gongd!

Tónleikasambandið samskipar

Seinastu trý árini hevur Tónleikasamband Føroya samskipað Spæl Føroyskt í tøttum samstarvi við Kringvarp Føroya. Í ár er Spæl Føroyskt í viku 9; tað vil siga frá 24. februar fram til 2. mars, og talan er um rúgvu av framførlsum kring alt landið alla vikuna.

Vanliga hevur spæl føroyskt vikan verið í tilknýti til Faroe Music Awards, men hetta tiltakið verður í ár hildið nakað seinni, 21 mars í Varpinum í Klaksvík.

Setanin verður sum sagt mánakvøldið 24. februar klokkan 19.30 í Listastovuni í Miðvági. Tiltakið er ókeypis og alment. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

31 Leygardagur 22. februar 2025

Sigvart Dagsland í Livdini

Sunnukvøldið 2. mars fer norski sangarin at hava konsert í Lívdini í Hoyvík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 2. mars klokkan 20 verður ein forkunnig konsert í Lívdini í Hoyvík tá norski fólkakari sangarin Sigvart Dagsland kemur at hava konsert.

Við sínari nærveru og einastandandi rødd fær hann áhoyrarnar við sær á ein serligan hátt; frá tí sárbara menniskjaliga til tað kraftmikla. Altíð við einari djúpari virðing fyri tey bond, ið binda eitt listafólk og áskoðarar.

Sigvart kemur at framføra nýggj løg, eldri løg og uppaftur eldri løg.

Við sær á pallin hevur hann, umframt seg sjálvan við sangi og flygil, Torjus Vierli á keyboard & kór og Jango Nilsen á trummum & kór.

Atgognurmerki kunnu keypast á www.praisehim.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

32 Leygardagur 22. februar 2025

Kristina Bærendsen á Tórsfest

Ongantíð áður hevur countrytónleikur verið framførdur á Tórsfest, men tað verður nú broytt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ongantíð áður hevur countrytónleikur verið framførdur á Tórsfest. Men tað verður nú broytt, tí Kristina Bærendsen hevur játtað at framføra á ársins konsert, boða fyriskiparar av Tórsfest frá í tíðindaskrivi.

– Vit kenna øll Kristinu. Í 2012 gav Kristina út sjálvnevnda útgávu, og í 2014 gav hon út “Nothing's here to Stay”, og harumframt hevur hon latið úr honum fleiri stakløg, millum annað fleiri saman við Halli Joensen. Sama hvat Kristina syngur, ljóðar tað av inniligum gulli. Hon hevur heilt vist stjørnugóðsku tá hon er á palli, og dugur ómetaliga væl at leiða áhoyrarar ígjøgnum eina konsert, við sínum vokali, sum er í serflokki.

– Kristina hevur fleiri sera vælumtókt løg á samvitskuni, millum onnur kunnu nevnast stuttliga “Gev mær frið”, “Har einki varðir við”, “You and I” og “Mr. Wrong”. Tað er ikki av tilvild, at Kristina er umbiðin til stórt sæð allar festivalar her á landi, og vit hava sæð hana brilliera sama hvar hon framførir. Við vælspælandi bólki kunnu vit gleða okkum til eina ríka løtusaman við Kristinu, tá country endiliga sleppir framat á Tórsfest.

Tað verður ein stjørnupakkað skrá á Tórsfest í ár. Umframt Kristina Bærendsen koma Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og mong onnur at framføra í Havn 25. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

33 Leygardagur 22. februar 2025

Lewis Fitzgerald kemur á G! 

Ósmædni og fyrikomandi 22 ára gamli bretin fær hjørtu at smelta

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Onkuntíð ljóðar tað ikki, sum tað sær út, ella sær tað ikki út, sum tað ljóðar. 

Sunnan úr London kemur bert 22 ára gamli Lewis Fitzgerald. Væl tatoveraður um bæði kropp og snýð er hann ikki mildur á at líta. Men úr honum kemur væl pussaður popptónleikur, ið fær hjørtu at smelta. 

Ósmæðin og fyrikomandi er hann á pallinum, og tú merkir hvussu væl honum dámar at samskifta við fólk. Stóru plátufelögini og bókingarfyritökurnar hava hann longu í fold, og hettar er ein tey satsa stórt uppá komandi tíðina. 

Umframt Lewis Fitsgerald kunnu hesi upplivast á G! 17. til 19. juli í ár: Kaleo (IS), Emilíana Torrini (IS), Trentemøller (DK), Hallur Joensen (FO), Marius DC (FO) og Beinir (FO). 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

34 Leygardagur 22. februar 2025

At vera Vera - nýggjur útvarpsleikur í barnaútvarpinum

Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánamorgunin eftir vetrarfrítíðina varð nýggjur útvarpsleikur at hoyra í barnaútvarpinum. "At vera Vera" er nýskrivaður samtíðar útvarpsleikur, sum fer fram á føstulávint í 2025. Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. Hetta vil Vera ikki finna seg í, og fer í hernað ímóti teimum vaksnu - Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. At vera Vera er ikki bara bara.

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum, og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð - og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.

– Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma, sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru.

– Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð, sigur Óluva Lín. Íalt eru fleiri enn 50 leikarar við.

Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag.

Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum - At vera Vera.

Nógv er gjørt burturúr ljóðmyndini og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin - "At vera Vera". Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok dansur er eisini gjørdur til lagið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

35 Leygardagur 22. februar 2025

Avgerð tikin um loyvi til vindorkuframleiðslu vestan fyri Sands bygd

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita felagi undir stovnan v/ Jóhan í Niðristovu v.fl. loyvi til elframleiðslu úr vindorku vestan fyri Sands bygd

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Lýst var alment eftir umsøkjarum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í juli 2024, og tá ið freistin at søkja var úti 15. januar 2025, vóru komnar inn umsóknir frá fýra umsøkjarum:

  • Vindorka (undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl.
  • Orkufelagið Magn 
  • Vindfelag hjá SEV
  • Felag undir stovnan v/Effo

Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til Vindorku (felag undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl. við byrjunar prísinum 26,97 oyru/kWt.

Hendan ætlan er eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara CO2-útlát.

Viðmerkjast skal, at endaligt loyvi er treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vega, harímillum loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal eisini gerast við viðkomandi jarðareigarar í økinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

36 Leygardagur 22. februar 2025

Grønlendsk dansisýning brýtur tøgnina um sjálvmorð

Dansisýningin “Whiteout” fer heilt inn í viðkvomu kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita, aftaná at onkur, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sorg, skomm, skuldarkensla, vreiði. “Whiteout fer heilt inn í viðkvomu kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita, aftaná at onkur, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð. Men hon kveikir eisini vón og lívsgleði. Sýningin verður í Norðurlandahúsinum 26. feburar klokkan 20.

Hvat vendir upp, og hvat vendir niður? Um tú nakrantíð hevur upplivað arktiska veðurfyribrigdið, “whiteout” (rokkava), har himmal og jørð eru huld í jarðroki, og alt er hvítt, so veitst tú, at har missir tú kensluna av bæði máli og miði. 

Hendan sama kenslan kann eisini koma við sorgini aftaná eitt sjálvmorð. Kenslan av máli og miði hvørvur.  

Hetta er støðið undir grønlendsku dansisýningini “Whiteout, sum brýtur tøgnina um sjálvmorð. Vit verða leidd inn í støðuna hjá teimum, sum eftir sita, aftaná at ein, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð – ein støða uttan mál og mið – við sorg, sakni, skomm og tungum tonkum. 

Samstundis er sýningin ein leitan eftir, hvussu ein finnur fótafestið aftur aftaná ein slíkan rokkava – í lívinum, sum nú er broytt – við einari nýggjari hugsan um lívið í skjáttuni. 

Sarah Aviaja Hammeken, listarligur leiðari í Aviaja Dance Company, hevur staðið fyri sýningini, og tónleikin hevur Gerth Lyberth skrivað.

Á palli eru Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez, sum eisini er hjálparkoreografur, umframt Sarah Aviaja Hammeken sjálv. 

Áðrenn sýningina bjóða Norðurlandahúsið og Sinnisbati til pallborðsprát um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum, ið hevur gjørt sjálvmorð. 

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

37 Leygardagur 22. februar 2025

DR tikið kryolit-filmin av heimasíðuni

Samstundis varð ábyrgdarhavandi redaktørurin í DR Nyhederne, Thomas Falbe, koyrdur úr starvi

Sandy French, tíðindastjóri í DR Nyheder (Mynd: DR / Agnete Schlichtkrull)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leiðslan í Danmarks Radio tók mikudagin avgerð um at taka heimildarfilmin “Grønlands hvide Guld” av heimasíðuni DRTV, og tað er sostatt ikki longur møguligt at síggja filmin á netinum.

Samstundis varð ovasti tíðindaleiðari í DR Nyheder, Thomas Falbe, sum hevði redaktionellu ábyrgdina fyri filmin, sendur heim.

- Eg eri í dag gjørd kunnug við viðurskifti í sambandi við framleiðsluna av heimildarfilminum “Grnlands hvide guld”, sum hevur fingið meg til at taka avgerð um at filmurin ikki longur skal kunna síggjast á DRTV. Eg vil biðja um umbering fyri, at vit hava víst ein heimildarfilm, ið ikki livir upp til væntaninar, sum danir av røttum eiga at hava til okkara, sigur Sandy French, tíðindastjóri hjá DR í tíðindaskrivi.

Málið snýr seg fyrst av øllum um ein graf í upprunaútgávuni av filminum, sum í nútíðarkrónum vísti hvussu nógvar pengar danski staturin hevur fingið burtur úr søluni av kryolit úr Grønlandi. Grafurin vísti, at Grønland í nógv ár var ein risastór yvirskotsforrætning fyri Danmark. Seinni varð hesin grafurin tikin út úr filminum tá fleiri serfrøðingar vístu á, at hann ikki vísti eina rættvísa mynd.

Samrøðurnar við Mute B. Egede og Lars-Emil Johansen í filminum tóku útgangsstøði í hesum grafinum. DR setti seg í samband við keldurnar, sum góðkendi at teirra útsøgnir vórðu brúktar, hóast grafurin ikki varð brúktur.

Til hetta sigur Sandy French:

- Hetta kann tykjast sum eitt lítið mál í mun til stóra kjakið um filmin, men hetta er avgerandi fyri meg, tí hyggjarin skal kunna líta á, at okkara framløga er røtt. Hetta uttan mun um keldurnar hava játtað, at vit framvegis kunnu brúka klippini eftir at grafurin er tikin úr filminum.

Samstundis, sum avgerðin er tikin um at taka filmin av heimasíðuni, er eisini avgjørt, at Thomas Falbe sum ábyrgdarredaktørur í DR Nyheder, gevst í starvinum beinanvegin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

38 Leygardagur 22. februar 2025

Danir seta 120 milliardir av til verjuna

Danska stjórnin ásannar at verjan er afturútsigld, og tí skulu útreiðslurnar til verju og trygd økjast munandi hesi komandi árini

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danir hava sett sær fyri at brúka nógvar pengar upp á verjuútreiðslur hesi komandi árini fram til 2033. Mikudagin hevði danska stjórnin tíðindafund í forsætisráðnum í Christiansborg, har Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri greiddi frá ætlanini hjá stjórnini um at brúka tilsamans 120 milliardir krónur til at dubba donsku verjuna fram til 2033.

50 milliardir skulu brúkast longu í ár og næsta ár til at styrkja danska mótstøðuførið.

- Talan er um eina umfatandi umskipan, sum vit hava verið í holt við í eina tíð í verjumálaráðnum. Um hetta eydnast, eru tað nógv, sum skal umleggjast, segði Troels Lund Poulsen.

Við hesi ætlan fer Danmark at brúka eitt sindur meira enn trý prosent av bruttotjóðarúttøkuni til verjuna, segði verjumálaráðharrin.

Stjórnin og flokkarnir í verjusemjuni hava frammanundan sett knappar 200 milliardir krónur av fram móti 2033.

- Hava drálað ov leingi

Mette Frederiksen, statsministari, sigur, at Danmark og Evropa hava verið drála ov nógv við at gera neyðugar íløgur í verju og trygd í nøkur ár.

Á tíðindafundinum varð hon spurd, um Danmark í veruleikanum skyldar USA og Donald Trump, forseta, eina eina umbering.

- Vit eru í hvussu so er í eini støðu, har Evropa skal gera sítt heimaarbeiði, og tað hevur skund, svaraði Mette Frederiksen.

- Vit eru farin frá at brúka ikki so nógvar pengar til verju og trygd til at brúka nógvar pengar. Og tað viðurkenna amerikanarar, segði hon.

Donald Trump hevur talað fyri, at londini í Nato verjusamgonguni skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju.

Metta Frederiksen viðurkennur at bæði hennara og undanfarnar stjórnir hava slakað í útreiðslunum til at verja landið.

- Týdningarmesta mistakið, og hetta er eini boð til øll í Evropa um aldri at gera hetta aftur: Latið vera við at skera niður upp á verjuna aftur. Skurðurin hevur verið ov djúpur. Vit eru endað ov langt aftaná, segði hon.

Mette Frederiksen fyrireikar danir um, at tey skulu rokna við stórum útreiðslum til verjuna í komandi nógvu árini, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

39 Leygardagur 22. februar 2025

Havnarfinala hjá kvinnum

Steypafinalistarnir hjá kvinnum í hondbólti eru funnir. Neistin og Kyndil bresta seinnapartin saman við Tjarnir

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið varð greitt, at steypafinalan hjá kvinnum ein grannauppgerð millum Neistan og Kyndil - somu lið sum eisini vóru í steypafinaluni í fjør.

Neistin vann leygardagin 25-22 í inntensari hálvfinalu móti H71 í Hoyvíkshøllini. Tað var nevniliga spenningur til tað síðsta. Neistakvinnur vóru á odda 14-12 í steðginum, men tá ellivu minuttir vóru eftir av dystinum var H71 á odda við trimum málum, 21-18.

Sí myndirnar frá dystinum millum H71 og Neistan her

Bláu neistakvinnurnar komu upp á javnt næstu løtuna, og seinastu minuttirnar valdi H71-venjarin at spæla við sjey leikarum í álopinum. Tvær ferðir eydnaðist tað Neistanum at fáa fatur á bóltinum og smekka hann í tómt mál. Dysturin vendi, og Neistin vann 25-22, samanlagt 46-44.

Mótstøðulið verður Kyndil. Kyndilskvinnur vunnu greitt móti Stjørnuni í fyrru hálvfinaluni við tíggju málum.

[object Object]Turið Arge Samuelsen og hinar í Kyndli hitta aftur í ár Neistan í steypafinaluni. í fjør vann Kyndil 31-27 (Mynd: Sverri Egholm)

Í seinnu hálvfinaluni sunnudagindag var munurin ikki líka stórur, men finaluplássið hjá Kyndli var ongantíð í vanda. Kyndil vann dystin í dag 35-30. Hálvleiksstøðan var 17-15. Samanlagt vann Kyndil 74-59.

Stóra steypafinaluvikuskifti er í nýggju stórhøllini við Tjarnir hetta vikuskiftið. Kvinnufinalan byrjar í dag klokkan 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

40 Leygardagur 22. februar 2025

VÍF í steypafinaluni eftir brotskastkapping

Liðini máttu út longda leiktíð og brotskastkapping fyri at finna ein vinnara

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki ofta, at brotskastkapping skal til fyri at avgera ein hondbóltsdyst, men tað var neyðugt aðru hálvfinaluni millum VÍF og Kyndil í Vestmanna sunnukvøldið.

Í fyrru hálvfinaluni vann VÍF við einum 31-30, og tá støðan var 24-23 eftir 60 minuttir varð greitt, at vestmenningar og kyndilsmenn máttu út í longa leiktíð.

Heilar tvær ferðir máttu liðini spæla tvær ferðir fimm minuttir, tí avgerðin vildi bara ikki fella. Tá 80 minuttir vórðu leiktir, var støðan samanlagt 59-59 og dysturin mátti avgerast við brotskastkapping.

Her vóru tað vestmenningar sum vóru stinnari. Kyndilsmenn brendu tvær ferðir, meðan vestmenningar brendu einaferð.

VÍF spælir harvið steypafinalu næsta leygardag. Mótstøðulið verður H71, sum í síni hálvfinalu vann 22-18, til samans 45-39, á KÍF.

Sí myndirnar frá dramatiska dystinum í Vestmanna her

Sí myndir tá H71 vann seg í steypafinaluna her

Finalan millum H71 og VíF verðru spæld við Tjarnir í kvøld kl. 19.30

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2025

41 Leygardagur 22. februar 2025

Yvirlit: 18 steypafinalur á skránni við Tjarnir

Eydnudeildin spælir eisini sunnudagin, tá endað verður við U18-finalunum um kvøldið. Fyrstu Faxe Kondi finalurnar í nýggju høllini í Hoyvík vóru í gjárkvøldið

Ógvuliga góðir karmar til ársins steypafinalur har samanlagt tíggju feløg eru umboðað (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið er stóra nýggja høllin í Hoyvík karmur um Faxe Kondi steypafinalurnar.

Nógv virksemi er við Tjarir, og byrjað varð í gjárkvøldið. 18 finalur verða spældar, umframt at Eydnudeildin spælir sunnudagin.

Vaksnamannafinalurnar eru á skránni í kvøld.

Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube. Kringvarpið vísir vaksnamannafinalurnar.

Tvær finalur vórðu avgreiddar í gjárkvøldið G16 finalan millum Kyndil og Neistan og D16 millum Neistan og H71a

Leiksskráin

Leygardagin 22. februar:
kl. 09: G10B: EBa – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EBa – H71c
kl. 11.10 D12B: ÍAa – SÍF
kl. 12 G10A: H71a – VÍFa
kl. 12.40 D10A: H71c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71a – StÍFa
kl. 14.20 D12A: H71a – Kyndil a
kl. 17 Kvinnur: Neistin – Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF

Sunnudagur 23. februar:
kl. 13 Eydnudeildin
kl. 14 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16 G14A: H71a – Kyndil a
kl. 17 D14A: H71a – Kyndil
kl. 18 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

42 Leygardagur 22. februar 2025

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen við kortini

Tær hava játtað seg tøkar til dystirnar móti Litava hóast tær hava givið til kennar, at tær gevast á landsliðnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen hava játtað seg tøkar til dystirnar móti Litava, hetta hóast tær eftir EM-endaspælið góvu til kennar, at viðurskifti gjørdu at tær ikki rukku til landsliðið longur.

Venjaratoymið hevur, í samráð við tær, ynskt at hava teirra royndir og førleikar við til týdningarmiklu dystirnar móti Litava, sum verða á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 9. apríl, og á útivølli í Jonava í Litava, sunnudagin 13. apríl. Eftir ætlan fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis yvir til Litava við ferðalagi.

Kvinnulandsliðið í hondbólti savnast til venjingar í Føroyum 3. – 9. mars.

Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ávikavist á heimavølli mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl.

Venjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hesar leikarar út til samlingina:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DAN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DAN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ÍSL)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DAN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DAN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DAN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DAN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DAN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DAN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DAN)
Lukka Arge, H71


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2025

43 Leygardagur 22. februar 2025

Vilhelm og Kjartan eru ikki við í fyrstu syftu

Føroyar standa í løtuni uttan ein láman bakspælara til týðandi EM-undandystirnar móti Niðurlondum. Bíðstøða er eisini við Peturi Krogh - tveir teir seinastu spælararnir verða úttiknir seinni

Ivamál er kring ávisar spælarar, sum vanliga eru við. Vilhelm Poulsen, sum spælir í Bundesliguni og er lyklaspælari í serliga verjuni, hevur ein fipurskaða í lærkrikanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna fríggjadag vórðu atgongumerkini til heimadystin skrædd burtur. Nú er hópurin til bæði heimadystin og útidystin móti Niðurlondum tikin út.

Talan er tó ikki um fullmannaðan hóp.

Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at landsliðsvenjararnir í fyrstu atløgu hava úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. 

- Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Vanliga eru minst 16 spælarar við til landsliðssavnan. So líðandi sum støðan hjá nøkrum spælarum verður meira greið, koma tveir afturat á listan.

Hópurin: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS)
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS)
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ)

Sum sæst er talan um spælarar, ið vanliga eru við - Bjarni í Selvindi og málverjin Aleksandar Lacok eru teir við fæst royndum í A-landslishøpi.

Leivur Mortensen var ikki við til fyrstu undandystirnar í november, tí vinstri vongurin hevði brotna hond. 25-ára gamli hoyvíkingurin er tó komin í gongd aftur í FIF og er nú við aftur á landsliðnum. 

Teis Horn Rasmussen spælir ikki í løtuni vegna brotna hond, men vónin er at sterki strikuspælarin hjá Aarhus HC verður tøkur.

[object Object]Javngomlu Leivur Mortensen og Vilhelm Poulsen í Skopje í fjør. Annar er tøkur aftur, meðan hin er ógvuliga ivasamur til dystirnar móti Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh eru ikki tøkir í løtuni, men trúð verður meira uppá, at Teis verður klárur til týðandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til teir, sum vanliga eru við, so er málverjin Nicholas Satchwell framvegis langtíðarskaddur, Peter Krogh og Pauli Mittún eru ógvuliga ivasamir vegna skaðar í rygginum, Vilhelm Poulsen hevur fingið fipurspreinging í lærkrikan, og so eru nógvir 1996'arar úti.

Kjartan Johansen hevur spælt lítið seinastu mánaðirnar, og av tí at strandingurin ikki er á, og tí at bíðað verður eftir støðuni hjá Vilhelmi, so er eingin lámur bakspælari á listanum í løtuni.

Allan Norðberg hevur spælt á bakkinum fyrr, men tað er helst mest sannlíkt, sum nú er, at tríggir høgra handaðir fara at spæla størsta partin av tíðini. 

Helgi Hildarson Hoydal er framvegis darvaður av skaða í alboganum, og Jónas Gunnarson Djurhuus hevur heldur ikki spælt fyri FIF seinastu tíðina.

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða spældir við Tjarnir mikudagin 12. mars og á útivølli í Almere sunnudagin 16. mars . Samanlagt vera nakað yvir 3.500 føroyskir áskoðarar til dystirnar.

Støðan í undanbólki 6 eftir tvey umfør:
1. Niðurlond 3 stig
2. Ukraina 2 stig
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig

Tvey lond, umframt fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum koma til EM. Ukraina er í løtuni betri enn Føroyar innanhýsis - fýra umfør resta í.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

44 Leygardagur 22. februar 2025

Umsitingin hjá HSF fer at húsast við Tjarnir

Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum fer at húsast í nýggju stórhøllini, sum eisini fer at vera karmur um tey flestu stóru tiltøkini hjá HSF, og leigusáttmáli varð undirskrivaður herfyri

Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum, Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, og Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, hittust við Tjarnir, har leigusáttmálin var undirskrivaður (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast í nýggju stórhøllini við Tjarnir, og undanfarna hósdag var leigusáttmálin undirskrivaður.

Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, hittust við Tjarnir, har leigusáttmálin var undirskrivaður, skrivar Hondbóltssambandið.

– Nógvir smálutir eru at fáa greiði á í einum tílíkum sáttmála, men fegnast báðir partar, at nú er komið á mál. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast við Tjarnir og koma flestu stóru tiltøkini hjá HSF at vera við Tjarnir, herundir steypafinalur og landsdystir.

Fyrstu tiltøkini hjá HSF verða steypafinalurnar hetta vikuskiftið og síðani EM-endankappingardysturin hjá monnum mikudagin 12. mars millum Føroyar og Niðurlond.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2025

45 Leygardagur 22. februar 2025

Geza Turi er nú tøkur

Øll loyvini eru komin uppá pláss í Onglandi, og harvið kann Geza spæla sínar fyrstu minuttir fyri Grimsby leygardagin

23-ára gamli gøtumaðurin hevði sína fyrstu veruligu venjing við fyrsta liðnum hjá Grimsby týsmorgunin (Mynd: Grimsby Town Football Club)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

31. januar varð Geza David Turi kunngjørdur sum nýggur spælari hjá Grimsby Town. Felagið í fjórðbestu ensku deildini keyptu 23-ára gamla føroyingin frá føroyameistarunum Víkingi.

Les eisini: Geza kunngjørdur í Grimsby

Geza hevur tó ikki spælt í teimum trimum dystunum hjá liðnum í februar - sum allir eru endaðir við sigri - ei heldur hevur hann veruliga fingið vant saman við liðfeløgunum.

Orsøkin er nakað, sum spælarin kennir heldur nógv til: Vantandi pappír/loyvi. 

Honum væntað eitt sokallað visa. Sum vit hava skilt, er talan um um arbeiðsloyvi. Hetta gjørdi, at fyrstu vikurnar í februar hava verið heldur rótutur hjá Geza Turi.

Les meira um støðuna HER

Nú burdi alt verið í lagið. Grimsby hevur lagt mynd út og staðfest, at visa hjá nýggja spælaranum er uppá pláss, og at hann vandi við týsdagin.

[object Object]
Geza við bóltinum til Grimsby-venjing, týsdagin 18. februar (Mynd: Grimsby Town Football Club)

Harvið burdi Geza David Turi eisini verið heilt tøkur til heimadystin móti Fleetwood Town í dag, leygardagin 22. februar. Grimsby er nummar níggju av teimum 24 liðunum í League Two, nú 15 umfør resta í.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2025

46 Leygardagur 22. februar 2025

B68 hevur brádliga eitt stórt yvirskot

Undirskotið fyri 2023 var væl yvir tvær milliónir krónur - úrslitið fyri 2024 vísti eitt yvirskot upp á 1,4 milliónir

Í oktober tryggjaði B68 sær sæti í Betrideildini fyri 2025 eisini. Felagið er farið inn í hetta árið í munandi betri fíggjarligum skørum enn í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin var ársaðalfundurin hjá Tofta Ítróttarfelag. Í mun til fleiri onnur feløg, men eins og millum annað ÍF og Skála, hevur B68 nevndarval á eykaaðalfundi í august ella september.

Eftir nógv rumbul upp til fundin, viðvíkjandi millum annað venjaraspurningi og fíggjarstøðu felagsins, varð hendan nevndin vald 11. september 2024:

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir:
Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen

Sí eisini: Fyrrverandi borgarstjóri nýggjur formaður í B68

[object Object]
Jóhannus Danielsen er nú formaður í B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Í oktober tryggjaði B68 sær sæti í Betrideildini fyri 2025 eisini; við 4-1 sigri á seinasta leikdegi við Løkin. Nakrar dagar seinni varð greitt, at Jákup á Borg kortini helt fram. Hetta var millum annað eftir fleiri prát við nýggju nevndina.

Týsdagin bar til hjá Jóhannusi Danielsen at leggja ein grannskoðaðan ársroknskap fyri 2024 fram, sum vísti eitt avlop upp á 1.451.288 krónur.

Tað vil siga, at felagið, sum hevði nakað væl tvær milliónir í undirskoti í 2023, hevði nærum eina og eina hálva millión í yvirskoti í 2024. 

Sparningar vórðu gjørdar, ymiskar hægri inntøkur hava eisini verið, og sum skilst er avskriving uppá skuld eisini gjørd.

Allir roknskapir hjá feløgunum hjá FSF verða almennir í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

47 Leygardagur 22. februar 2025

NSÍ avlop upp á 777.000 krónur fyri 2024

Hetta var eitt nógv betri úrslit enn væntað - yvir eina millión betri enn framrokningarnar, skrivar felagið. Karstin Joensen heldur fram sum formaður felagsins, meðan Andrias Lamhauge takkaði fyri seg sum næstformaður

Nevndin í NSÍ, har Jóhannes Nielsen (longst til vinstru), er tann nýggi persónurin (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin var aðalfundurin hjá Nes Sóknar Ítróttafelag, og har bar til at vísa á góð úrslit.

NSÍ hevði eitt gott kappingarár á vaksnamannasíðuni í 2024: Kvinnurnar vunnu á fyrsta sinni meistaraheitið og greipuna, og í uppflytingarári spældi besta mansliðið seg aftur í Evropa. Í formansfrágreiðing sínari legði Karstin Joensne eisini dent á hetta; umframt týdningin av ungdómsarbeiðinum og framtíðar menningararbeiðinum.

Júst Karstin Joensen er farin undir sítt triðja ár sum formaður í NSÍ. Klaksvíkingurin tók við beint eftir niðurflytingina í 2022. Hann stóð fyri vali hesaferð, varð afturvaldur og heldur fram sum formaður. 

Andrias Lamhauge og Herbjørg H. Jøkladal stóðu eisini fyri vali, umframt tiltakslimirnir Oddfríður Gaardbo og Wenzel Olsen. Av hesum var tað bert Andrias Lamhauge, sum ikki tók við afturvali.

- Formaðurin handaði fráfarandi næstformanni eitt heiðurstekin fyri trúfast íkast sum stuðul og starvsnevndarlim. Heiðurstekinið hevði Jón Ingi Tausen serframleitt til høvi, eftir ynski frá starvsnevndini, skrivar NSÍ.

[object Object]
Karstin Joensen, formaður, saman við Andrias Lamhaug, fráfarandi næstformanni (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag) 

Jóhannes Nielsen varð skotin upp og valdur sum tann einasti nýggi limurin í NSÍ-nevndini. Høgni Lamhauge er nú næstformaður.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Karstin Joensen, formaður
Høgni Lamhauge, næstformaður
Herbjørg H. Jøkladal, kassameistari
Annika Klein, skrivari
Jóhannes Nielsen, nevndarlimur
Oddfríður Gaardbo, tiltakslimur
Wenzel Olsen, tiltakslimur

Ein góð millión betri enn væntað
Asfinnur Sigvardsen legði ársroknskapurin hjá NSÍ fram á fundinum, har Ken Nónklett var fundarstjóri.

Úrslitið av rokniskapurin vísti eitt avlop á eitt heldur serstakt tal: 777.000 krónur. 

Sambært NSÍ er hetta nógv betri enn væntað. Væntanirnar við ársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 krónur fyri 2024, men úrslitið var yvir eina millión betri enn hetta.

- Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarligan vinning, enn roknað varð við.

Roknskapurin varð einmælt góðkendur, skrivar NSÍ eisini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

48 Leygardagur 22. februar 2025

07 Vestur gjørt sáttmála við ungan norskan verjuspælara

20 ára gamli bakkurin Brage Kvithyld kemur úr Ranheim, og hevur royndir úr næst- og triðbestu deildini í heimlandinum

Hann hevur longu royndir á rímiliga høgum stigi í heimlandinum. Brage Kvithyld hevur eisini spælt ungdómslandsdyst fyri Noreg (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur er við at leggja seinastu hondina á hópin til 2025, og hóskvøldið  kunngjørdi felagið ein nýggjan norskan spælara.

Talan er um 20-ára gamla bakkin Brage Kvithyld. Felagið skrivar, at hann kann bæði spæla sum vinstri bakkur og sum miðverji; fyrst og fremst er hann bakkur.

Ungi norðmaðurin hevur higartil spælt 18 dystir við Ranheim í næstbestu deildini í Noregi. Teir allarflestu vóru í 2023. Í seinnu hálvu í fjør varð Kvithyld leigaður út til Stjørdals-Blink í triðbestu deildini, har hann sambært Transfermarket spældi seks dystir. 

- Brage er sagdur at vera eitt stórt talent á sínum plássi. Hann hevur longu fingið nakað av royndum at menna seg. Hann hevur spælt 18 dystir í næstbestu deildini í Norra. Eisini hevur hann umboðað U18 landsliðið hjá Norra eina ferð, skrivar 07 Vestur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2025

49 Leygardagur 22. februar 2025

Christian Andreasen fær kapping um forsetasessin

John Eystberg stillar eisini upp til valið til aðalfundin hjá FSF 8. mars. Stríðsval verður eisini í starvsnevndini

53-ára gamli vágbingurin er í løtuni venjari í ungdómsdeildini hjá HB (Mynd: hb.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Christian F. Andreasen hevur síðani 2010 verið forseti í Fótbóltssambandi Føroya. Toftamaðurin gjørdi fyri kortum greitt, at hann er fúsur til eitt tørn afturat.

Seinastu mongu árini hevur eingin stillað upp ímóti Christiani Andreasen, men hesaferð verður øðrvísi. Hetta er greitt, eftir at freistin fór í vikuni.

[object Object]
Christian Andreasen til aðalfund í 2022. Hann ætlaði sjálvur at gevast stutt seinni, men fleiri feløg heittu tá á sitandi forsetan um ikki at gera tað (Mynd: FSF)

John Eystberg stillar upp til forsetavalið, sum verður í sambandi við aðalfundin hjá FSF 8. mars. Sum skilst hava fleiri feløg heitt á hann um at stilla upp. 

John Eystberg er í løtuni ungdómsvenjari á gentusíðuni hjá HB. Hetta hevur hann verið seinastu árini. 53-ára gamli vágbingurin hevur eisini royndir sum spælari.

Sí eisini: John Eystberg fingið stóra viðurkenning frá UEFA

Fýra valevni um tríggjar sessir

Tríggir av teimum sjey limunum í starvsnevndini standa eisini fyri vali. Av hesum er greitt, at Rúni Herup Olsen ikki heldur fram. Róin Schrøter, varaforseti, og Fríðin Ziskason stilla upp aftur sambært bolt.fo, meðan tvey nýggj stilla upp.

Talan er um Jóannes Prestá, formaður hjá Skála Ítróttafelag, og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen úr Skálavík. Ymisk feløg standa aftan fyri hesi nýggju valevnini.

Harvið eru fýra valevni til tríggjar sessir. Sambært viðtøkunum, sum FSF í løtuni hevur, skal ein kvinna afturat í nevndina. 

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya 2025 verður leygardagin 8. mars á Hotel Hilton. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

50 Leygardagur 22. februar 2025

ÍF liggur til bronsu eftir sigur á Fleyr í fimmsettara

Polestar-deildin: Fleyr – ÍF 2-3 (20-25, 25-17, 23-25, 25-21, 14-16)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnukvøldið møttust Fleyr og ÍF fyri fjórðu fer hetta kappingarárið, og fyri fjórðu ferð var neyðugt við fimm settum fyri at avgera dystin. Teir fyrru tveir dystirnar hevði Fleyr vunnið 3-2, men teir seinnu tveir vann ÍF 3-2.

Fleyr, við 49 ára gamla Jens Hera Bolstad Mortensen sum libero, kom annars í góða støðu at vinna dystin, tá støðan gjørdist 6-1 í javnbrótaranum eftir góðan blokk frá Jóhan Arna Elisson Wang. Men eftir drúgvan bardaga um næsta stigið langaði Hákun Nón til endans bóltin í gólvið hjá Fleyr, so støðan gjørdist 6-2 heldur enn 7-1, og stutta løtu seinni hevði ÍF fingið samband við Fleyr aftur, tá støðan gjørdist 6-7 (til Fleyr) eftir fýra stig á rað.

Fleyr helt seg kortini frammanfyri við einum og tveimum stigum, og fekk eisini tveir dystarbóltar við støðuna 14-12, men tann fyrri fór fyri skeytið, tá satsaða servan brast í netið og tann seinni, tá Teitur Eliasen vann í blokkinum. Í staðin fekk ÍF dystarbólt, tá Fleyr lorkaði bóltin í netið, og dystarbóltin vann ÍF, tá smassjið frá Fleyr tók í antennuna, so at ÍF vann 16-14.

Við teimum tveimum stigunum fer ÍF tvey stig fram um Fleyr, og tí er bronsan á veg til Fuglafjarðar, um ikki Fleyr vinnur á Mjølni í næstsíðsta dystinum hjá sær.

Hin dysturin farna vikuskiftið var á Toftum millum botn og topp. Oddaliðið SÍ vann dystin á Ternuni trygt 3-0 (25-19, 25-23, 25-14)

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 33 stig
Mjølnir 30 stig
ÍF 19 stig
Fleyr 17 stig
Ternan 0 stig

Fleyr hevur tveir dystir eftir at spæla. Hini liðini hava tríggjar.

Komandi dystir:

Mánakvøldið 24. februar kl. 18.30: Fleyr - Mjølnir í høllini á Hálsi

Mikukvøldið 26. februar kl. 19: ÍF - Ternan í Fuglafirði

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

51 Leygardagur 22. februar 2025

Mjølnir argaði aftur oddaliðið SÍ, sum tó vann 3-2

Hotel Djurhuus-deildin: SÍ – Mjølnir 3-2 (25-20, 23-25, 25-16, 26-28, 15-10)

SkrivaÐ:

Innsent

Undan dystinum mikugjárkvøldið var tað bara hent einaferð, at SÍ ikki hevði fingið fulla úrtøku úr dystunum hetta kappingarárið, og tað var tá ið SÍ tapti 3-2 fyri Mjølni í Klaksvík 18. desember. Í gjár hendi tað so aftur, tó at SÍ vann hesa ferð, men einans tvey stig, tí Mjølnir gav teimum dygga mótstøðu og tvingaði SÍ út í fimm sett.

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-20, beit Mjølnir veruliga frá sær í øðrum setti, og fór frá 11-9 heilt upp á 18-9 eftir góðar servur frá Elisabet Norðoy Vilhelmsen, sum SÍ ikki fekk bilbugt við. Settið sá út til at vera komið undir land, tá ið Mjølnir legði seg á odda 24-18, men tað var kortini ikki fyrr enn við tí sætta settbóltinum, at Mjølnir endiliga tryggjaði sær settið 25-23, tá ið servumóttøkan hjá SÍ fleyg upp í nevan á Siri Hanusardóttir Samson, sum hamraði bóltin í gólvið hjá SÍ.

Í triðja setti var SÍ aftur omaná, og vann lættliga 25-16, men Mjølnir mentist aftur og bjóðaði av í fjórða setti og var á odda mesta partin av settinum. SÍ hevði tó dystarbólt við støðuna 25-24, men Mjølnir yvirlivdi, og vann ístaðin settið 28-26 við sínum fjórða settbólti, tá Maria Teresa Vitalis á miðjuni gjørdi sær dælt at einum leysum bólti, sum hekk uppi við netkantin.

Javnbrótarin var javnur fyrstu løtuna, men eftir 7-6 til SÍ fór at dragna millum liðini, og við fýra stigum á rað gjørdist støðan 11-6, og tá hevði Mjølnir einki aftursvar, og so vann SÍ javnbrótaran 15-10, tá Sissal Ellefsdóttir, sum hevði vunnið eitt hav av stigum, vann uppaftur eitt, tá hon sló annan av fimm dystarbóltum í blokkin og út.

Stigið, sum Mjølnir fekk fyri dystin, ger, at Mjølnir framvegis er við í kappingini um bronsuna, har Mjølnir er nr. 5 við 14 stigum, tvey stig aftan fyri TB á fjórða plássi við 16 stigum, sum er eitt minni enn KÍF, sum hevur 17 stig á triðja plássi.

Farna vikuskiftið vórðu tveir dystir spældir í Hotel Djurhuus-deildini. SÍ vann heima 3-1 (25-19, 25-14, 19-25, 29-27) á TB og Fleyr vann úti 3-0 (25-12, 25-15, 25-20) á Drátti.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini, nú øll liðini hava spælt 12 av 15 dystum:

SÍ 33 stig
Fleyr 28 stig
KÍF 17 stig
TB 16 stig
Mjølnir 14 stig
Dráttur 0 stig

Komandi dystir:

Sunnudagin 23. februar kl. 13: KÍF - Dráttur í høllini í Kollafirði

Mikukvøldið 26. februar kl. 19: Dráttur - Mjølnir á Giljanesi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

52 Leygardagur 22. februar 2025

Fyrsta kappingin nakrantíð í estetiskum fimleiki i Klaksvík

Badmintonhøllin í Klaksvík verður í dag karmur um aðra steypakappingina í estetiskum fimleik í ár

- Klaksvíkar Fimleikafelag hevur við hesum gjørt tað møguligt at hýsa trimum steypakappingum í ár. Kappingin verður stroymd á kvf.fo (Mynd: Føroya Fimleikafelag)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Onnur steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag.

Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at ein estetisk fimleikakapping verður í Klaksvík.

- Klaksvíkar Fimleikafelag hevur við hesum gjørt tað møguligt hjá okkum at hýsa trimum steypakappingum í ár. Hetta gleðast vit stórliga um, skrivar fimleikasambandið.

21 lið eru tilmeldað kappingina, og afturat teimum kemur eitt fyrireikingarlið hjá Klaksvíkar Fimleikafelag at framføra sum gestalið.

Kappingin byrjar klokkan 12.45 við innmarssji og verður væntandi liðug umleið kl. 16. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.

- Í alt koma fimm pinkulið, sjey smágentulið, fimm gentulið, eitt unglingalið, tvey kvinnulið og eitt kvinnulið í short program at kappast og tey koma úr Fimleikafelagnum Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

53 Leygardagur 22. februar 2025

Tvey HM-silvurheiðursmerki komu í hús við Tjarnir

Roynda Sarita Kristina Hansen og ungi Mattias Durhuus gjørdu bart og skrivaðu føroyska ítróttasøgu farna vikuskiftið, tá ellivu føroyskir rógvarar róðu 500 metrar sprint

Sarita Kristina Hansen gjørdi aftur bart til eina stóra kapping (Savnsmynd: Róðrarsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í sambandi við almenna tiltakið tá stórhøllin við Tjarnir læt upp, skipaði Róðrarsambandið fyri HM í inniróðri í nýggju høllini í Hoyvík.

Talan var um fyrstu altjóða kappingina, sum skipað varð fyri við Tjarnir, og tvey tey fyrstu føroysku heiðursmerkini har komu eisini í hús.

Tað vóru Matttias Durhuus og Sarita Kristina Hansen, sum tryggjaðu sær silvurheiðursmerki á 500 metrum. Ungi hósvíkingurin gjørdist heimsmeistari í 2023, og hevði nú góða tíð í bólkinum "Menn 19-20 ár".

[object Object]
Mattias Durhuus heiðrarður við heimkomu til Sunda kommunu úr Toronto í 2023, tá hann vann gull á líknandi teini, umframt eitt silvur á 2.000 metrum 

Sarita Kristina Hansen er ein av okkara royndu rógvarum, sum eisini virkar sum venjari. Sterka kvinnan úr Miðvági gjørdist nummar tvey í "Kvinnur 23-39 ár lættvekt".

Harvið tvey føroysk heiðursmerki og eisini onnur flott úrslit. Samanalgt ellivu føroyskir rógvarar høvdu kvalifiserað seg til HM-teinarnar., sum teir róðu við Tjarnir. Hjá teimum yngstu endaðu Pauli Joensen (Tindur) og Nóa Rúnason (Vágs Kappróðrarfelag) stutt frá heiðursmerkjum.

- Kappast var í 500 metra sprint. At okkara føroysku rógvarar teljast millum heimselituna í inniróðri, hava tey enn einaferð prógvað hetta vikuskiftið, og tað eru vit ómetaliga stolt av, skrivar innirodur.rsf.fo

Hetta vikuskiftið fara teir føroysku rógvarnir aftur í eldin, tá kappast verður um heimsmeitaraheitini á 2.000 metra teininum. Karmar fyri hesa kappingina verður Skúlin við Gøtugjógv.

Úrslitini frá 500 metra sprint um vikuskifti:

U17 Dreingir
Pauli Joensen nr. 4 tíð: 1.23,8
Nóa Rúnason nr. 5 tíð: 1.25,7
Jógvan Fríði Christiansen nr. 45 tíð: 1.59,4
Kristian Svenning Johannesen nr. 47 tíð: 02.07.0

U17 Gentur
Vár í Húsunum nr. 8 tíð: 1.41,9
Nanna Schiller, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Poula Christiansen, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.

Menn 19-20 ár
Mattias Durhuus nr. 2 tíð: 1.17,4 (Silvur)

Kvinnur 23-39 ár
Vár G. Hansen nr. 7 tíð: 1.32,1

Kvinnur 23-39 ár Lættvekt
Sarita K. Hansen nr. 2 tíð: 1.38,1  (Silvur)

Kvinnur 40-44 ár
Jóhanna av Steinum nr. 7 tíð: 1.36,8

[object Object]
Jóhanna av Steinum (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025

54 Leygardagur 22. februar 2025

Størsta dartkappingin í Føroyum verður í apríl

Tórshavn Open og Faroe Islands Open verða aftur í ár hildnar í Glasi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 11. til 13. apríl verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open spældar í Glasi.

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar í Glasi eru sera góðar, og roknað verður við nógvum luttakarum bæði úr Føroyum og restini av Evropa.

Hóast talan er um altjóða skrásetta kapping, so kunnu allir dartspælarar vera við. Kappingarleisturin verður tann sami, sum vit kenna frá kappingunum hjá Dartsambandinum her heima.

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Tað er ikki neyðugt at melda til allar tríggjar dagarnar fyri at vera við.

Tilmelding til kappingarnar fer framm á www.hdf.fo 

[object Object]
Høllin á Glasi er karmur um stórsta partin av kappingunum har 40 dartbanar verða settir upp

[object Object]
Semifinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er at hyggja. Kringvarpið fer at stroyma frá avgerðandi dystunum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2025

55 Leygardagur 22. februar 2025

Niels Petur Nolsøe, 80 ár

Týsdagin 23. februar - fyllir Niels Petur Nolsøe, lærari i Vági 80 ár

 
SkrivaÐ:

Nøvn / Jákup Olsen

Týsdagin 23/2 - fyllir Niels Petur Nolsøe, lærari i Vági 80 ár.

Niels Petur er sonur Jenny f. Jacobsen av Nesi í Vági og Jens Mohr Nolsøe ættaður úr Puntabyrgi á Tvøroyri. Abbi Niels Petur kom av Tvøroyri suður til Vágs sum bedingsmeistari til skipasmiðjuna í Vági.

Niels Petur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1969 og hevur verið lærari í Vágs skúla síðan tá.

Niels Petur hevur undirvíst í føroyskum, týskum og enskum og hevur luttikið í fleiri skeiðum í hesum fakum. Niels Petur hevði síni serligu evnir sum lærari, tí tá hurðin varð latin aftur til floksstovuna, ráddi Niels Petur einsamallur. Hann var altíð í góðum lag,  og segði altíð okkurt stuttligt og áhugavert fyri at fáa næmingarnar í góðum lag.

Hann var ein meistari at undirvísa bæði í føroyskum og í týskum. Hann dugdi sera væl at læra frá sær og ikki minst at halda stýr á flokkunum í skúlastovuni, so friðarligt og stilt varð. so  hvør næmingur altíð fekk sum mest burtur úr undirvísingini.

Niels Petur stóð fyri Vágs kvøldskúla frá 1977 - 1992, og var limur í Vágs býráð 1975 og 1976. Eitt tveyára skeið, fyri at løgtingsval og býráðsval ikki skuldi fella saman. Um Niels Petur ikki var komin inn í býráðið hesi bæði árini, varð eingin skúli bygdur.

Vit høvdu tekningar av nýggjum skúla við 25 m. svimjihøll og øllum teimum fakhølum, sum hoyrdu til ein modernaðan skúla. Sjálvt um vit høvdu landsskúlastjóran Ludvig Petersen við okkum, vildi Arnskov, sum var 5. limurin og sat fyri Ríkisumboðið í Skúlastjørnini, halda seg til 16 ⅔ m langan hyl, sum var tað longstu skúlahyljar kundu verða, so tí mátti gerast eitt undantak fyri okkum. So var at tosa við teir 4 limirnar  úr teimum stóru løgtingsflokkunum í Landsskúlaráðnum. Tað skuldi eitast, at eg fór til Havnar at vitja konu mína Marnu, sum beint tá hevði átt Anniku á LLS, men tað var samstundis fyri at tosa við teir 4 politikkararnar sum sótu í ráðnum.  Eg fór fyrst til sambandsmannin, sum var  leiðari á  Barnaheiminum í Havn, síðani út á Strendur til folkafloksmannin skúlastjóran Edmund í Garði, og so norður til Gøtu til vinmannin  javnaðarmannin, læraran Petur Eli Mikkelsen. Allir søgdu teir  JA. Trupulleikar vóru ikki av at tosa við tjóðveldismannin, flokksbróðurin Signar á Brúnni. Tá so fundur bleiv og byggingin  viðtikin, var tað ein, sum bleiv púra óður, og tað var Arnskov, men tá hjálpti eingin góða mamma. Skúlin við 25 m svimjihyli bleiv bygdur, men tað var bert tí, at Niels Petur Nolsøe sat sum varaborgmeistari hetta 2 ára skeiðið í býráðnum, at nakar skúli í heila tikið varð bygdur í Vági. Sigast skal tó um Arnskov, at hann blíðkaðist skjótt aftur. Tá íð tíðini fingu kommununar statsstudning til skúlabyggingar. Til eina tjóðveldisveitslu í Vági segði blaðstjórin Ólavur Michelsen við meg, at tað varð løgið, at vit kundu fáa statsstudning hvønn mánaða til Vágs skúla, meðan vit bygdu, og tey í Havn ikki kundi fáa statsstudningin til Eysturskúlan, fyrrenn hann var liðugt bygdur. Ólavur sat sjálvur í Havnar kommunu, so hann visti um hetta.

Jú, Niels Petur, okur løgdu lív og heilsu í skúlan, børnini og frálæruna,  men okur dugdu tó eisini at liva og nýta løturnar, sum lupu av. 

19.sept eitt árið, tá heystfiskurin var komin at landinum, vóru vit báðir Niels Petur og eg  ein seinnapart á degi við innstalleringinum hjá mær á floti úttan fyri Porkerisnes  við snøri og fylti bátin við hesum flotta blanka toskinum, ella í nátatíðini, um klúgvandi var, altíð ein túr norður ímóti Lítlu Dímun.  Varð rópt grindaboð, og grindin var í námind, so varð altíð givið skúlanum frí.

Krýatúruni hava verið eitt og alt fyri Niels Petur. Hann arvaði sum einasti sonur ein ⅙ av Gjógvara haga eftir pápa sín, so seyðurin hevur havt alt at týða fyri Niels Petur heila lívið. Hann hevur passað seyðin væl og hevur eisini havt  fram úr góðan seyð.

Tá eg fór at fáast við seyð, fekk eg eitt reyðlitt gimburlamb frá honum. Eg slepti tað í Tofthaga, men sá tað ikki aftur í langa tíð. Tá eg so fann tað, gekk tað ovarliga í Tofthaga vestur ímóti Botnhaga markinum, tað troðaði aftur til, har tað hoyrdi heima í Gjógvara fjalli.  Seinni fann so eisini slektin   undan tí pláss at liggja sama stað har í haganum . Niels Petur segði mær eisini hvørjum slag, tað var undan, tí hann hevði ættartalvu til allan seyðin, og lat meg leggja afturat, at kjøtið av hesum seyðaslagnum smakkaði eisini sera væl.

Hanna og Niels Petur fingu trý børn: Bjartur, Rúna og Rakul. Rakul sum eg eri gubbi at, og Bjartur og Rúni eru øll komin væl undan. Niels Petur var javnaðarmaður í gomlum døgum, og okur fara at ynskja Rakul góða eydnu, nú hon er vald inn í Vágs býráð á javnaðarlistanum. Gott við kvinnum har á listanum. Niels Petur og Sólva funnu saman í hjúnarlag á eldri árum, og tit skullu hava takk fyri allar tær mongu góðu løturnar, vit hava havt saman. 

Niels Petur er yrkjari av Guds náði. Tað er ikki ein føðingardagur ella veitsla í Vági, at tað ikki er ein sangur frá Neptun við borðið. Eisini sálmar hevur hann yrkt. Allar hansara yrkingar avspegla hansara alsk til natúruna og tey fólk, sum eru rundan um hann. Niels Petur hevur givið út bøkur av tí, sum hann hevur yrkt, og lat meg nevna yrkingarsavnið : “Smátúgvur”, har hann heilsar bókini við ørindinum um Beinisvørð:

Úr havsins bláa bláma seg hevjar kempa sterk,
ið millum mangar aðrar er Harrans bygningsverk,
so ørandi er hæddin - ið røkkur upp  ´mót ský -
ei slíkur arkitektur er til í vára tíð.   

Takk fyri trúfesti og gott vinalag.
Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2025

56 Leygardagur 22. februar 2025

Minningarorð um Álv Enni, lærara

Tung vóru boðini, ið bórust tann 28. novembur 2024, tá tað frættist, at okkara so sera vælumtókti lærari, Álvur Enni, var farin um sýn

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / "Class of '99"

Tung vóru boðini, ið bórust tann 28. novembur 2024, tá tað frættist, at okkara so sera vælumtókti lærari, Álvur Enni, var farin um sýn.

Vit, “Class of ‘99”, gingu í fólkaskúla á Tvøroyri í árunum 1989-1999, og høvdu vit ta stóru gleði av at hava Álv Enni sum lærara í føroyskum øll 10 árini, vit gingu í skúla.

Eisini høvdu vit Álv í enskum øll árini, har enskt var partur av tímatalvuni.

Øll, sum hava havt Álv sum lærara, eru á einum máli um, at hann var ein fantastiskur lærari, og ongantíð hevur nakað neiligt verðið sagt um Álv sum lærara, tvørturímóti.

Okkara flokkur er onki undantak. Okkum øllum í flokkinum dámdi so avbera væl Álv sum lærara og eru samd um, at Álvur er besti lærarin, vit hava havt.

Okkum er sagt, at Álvur eisini hevði ein heilt serligan tokka til okkara flokk.

Tá Álvur kom inn í flokshølið, var friður beinanveg. Ongantíð var neyðugt hjá Álvi at rópa, fyri at fáa okkum at lurta og akta. Vit høvdu stóra virðing fyri Álvi. Álvur var ein miðalhøgur og prúður maður við tjúkkum, myrkum hári og stórum, myrkum fullskeggi. Við fyrsta eygnabrá sýntist hann tí sera álvarsamur og strangur, men hansara myrku eygu vóru tó blíð, eins og hansara smíl, og avdúkaðu hansara róliga, blíða og skemtingarsama sinn.

Álvur var sera fevnandi sum lærari. Hann var góður við okkum øll. Haraftrat hevði hann framúr evni at læra frá sær, og hevur Álvur lært okkum nógv, bæði í føroyskum og enskum.

Nevnast kann, at hann nýtti ymiskar orðingar til ymiskt í sambandi við mállæru og rættstaving, ið bar við sær, at hesar orðingar enn sita so rimmar fastar hjá okkum. Eitt nú plagdi hann at siga, at “fingið” hevði fingið ð. Hann lærdi okkum eisini um munin á “vegur” og “veður”, sum jú úttalast eins. “Vegur” hevur g, tí g peikar niður á vegin, meðan “veður” hevur ð, tí ð peikar upp móti luftini.

Álvur hevði eisini evnini at kenna á sær, tá skúladagurin var um at verða liðugur, og vit vóru troytt og ikki høvdu orku at sita og gera okkara skúlaarbeiði í tímanum. Hesum tók hann eisini atlit at. Tá plagdi hann mangan at geva okkum “farvæl-spurningar”, har hann setti okkum øllum spurningar av ymiskum slag. Svaraðu vit rætt, sluppu vit at fara heim. Glað vóru vit. Farvæl-spurningarnir fevndu tó ikki bert um føroyskt sum lærugrein. Nógvir av spurningunum vóru um almenna vitan, samfelagsviðurskifti og mentan, og var hetta við til at geva okkum størri innlit í samfelag, mál og mentan. So, hóast vit vóru troytt og ikki orkaðu at sita og lesa ella gera mállæru, lærdu vit nógv gjøgnum farvæl-spurningarnar, sum okkum øllum dámdi so væl.

Øll minnast vit “sjórænara-søgurnar”, tí frásøguevnini hevði Álvur, sum fáur. Øll sótu vit pinnastill við stórum eygum og oyrum og lurtaðu, tá hann segði frá sjórænara-søgum. Hann dugdi so væl at gera tær spennandi. Hann byrjaði søgurnar spakuliga, ja nærum teskandi. So hvørt, sum søgan gjørdist meiri og meiri spennandi, gjørdist røddin á Álvi harðari og harðari, og endaði søgan altíð við, at hann kløkkaði okkum. Vit elskaðu sjórænanara-søgurnar, og soleiðis minnast vit, og mong við okkum, Álv.

Eisini hava vit gingið mangar gongutúrar saman við Álvi í náttúruni kring Tvøroyri, har hann greiddi frá ymiskum, ið vit sóu á túrunum. Vit vóru millum annað í Hvannhaga, í plantaguni í Trongisvági og spákaðu okkum inn eftir Ovaravegi. Eisini vóru vit kai-túr, har vit vitjaðu eitt russiskt hjálparskip, ið lá við kai. Haðani stavar myndin, ið er løgd við her.

Á jóansøku 2019, 20 ár eftir, at vit vórðu liðug í fólkaskúlanum, hevði okkara flokkur floksveitslu. Vit ynsktu sjálvandi, at Álvur skuldi vera partur av degnum. Dagurin byrjaði tí við, at flokkurin hittist í Tvøroyrar skúla, har Álvur vísti okkum runt í gomlu flokshølunum og gjøgnumgekk nakað av føroyskari mállæru og rættstaving. Løtan endaði sjálvandi við farvæl-spurningum.

Hóast Álvur var einasti lærari, vit høvdu øll 10 árini í fólkaskúlanum, var hann ongantíð okkara flokslærari, um enn vit dúgliga júkaðu. Hann var jú tann, ið hevði okkum longst og kendi okkum best. Somuleiðis var hann tann, ið vit høvdu størst tokka til og álit á.

Góði Álvur, hvíl í friði og takk fyri allan lærdómin og minnini!

Við djúpastu samkenslu við teimum avvarandi: Maluni, Mortan, Rakul og abbadøtrunum.

Vegna "Class of '99",
Mary K. Cazabon (Skinnið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2025