Leygardagur 19. oktober 2024 | Nr. 42 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 25
SíÐa 7
SíÐa 22
SíÐa 37
SíÐa 23
SíÐa 27
Gott vikuskifti
Í hesum døgum eru júst gingin fýra ár síðan hetta blað – Blaðið Vikuskifti – sá dagsins ljós. Síðan tá er tað komið út trúliga hvønn einasta leygardag í árinum, klokkan 7 á morgni. Og tað líkamikið, um talan er um jólamorgun ella ólavsøkumorgun – enn er ongin leygardagur farin framvið uttan at eitt feskt eintak av Blaðnum Vikuskifti ikki hevur verið tøkt.
Blaðið varð sett í verðina sum ein roynd at vísa, at tað ikki er neyðugt at brúka pappír og trykksvertu til tess at geva út eitt blað við góðum langlesnaði. Royndin skuldi vísa, at tað saktans ber til at koma út við einum vikuligum savni av áhugaverdum greinum, sum einans finst talgilt á netinum.
Sjálvandi bert at seta spurnartekn við góðskuna í tí, sum hetta blað borðreiðir við, tí í størsta mun er talan um ‘uppafturprent’ av greinum, sum eru borðnar á síðunum hjá Portalinum gjøgnum vikuna. Men í so máta hevur Blaðið Vikuskifti ikki verðið so nógv øðrvísi enn hinum bløðini, sum hava verið á marknaðinum, har fleiri av greinunum longu eru borðnar frammanundan á ella netsíðuni hjá hesum bløðum.
Men onkursvegna er tilverugrundarlagið hjá hesum blaðið eisini eitt tekin um ta útlitaleysug støðuna, sum ‘rættiligu’ bløðini hava verið stødd í.
Í mun til hvussu føroyska blaðlandslagið sá út fyri fýra árum síðani, tá Blaðið Vikuskifti sá dagsins ljós, er onki tíðindablað eftir. Einasta føroyska rotasjónsprentsmiðjan er stongd og niðurløgd.
Harvið finst ongin prentaður miðil eftir her á landi, ið kann borðreiða við feskum tíðindum, borin til lesaran bert fáar tímar eftir at tað er farið gjøgnum blaðpressuna. Nú verða øll tíðindi borðreidd á netbornum ella loftbornum tíðindamiðlum.
Tíðindablaðið Sosialurin roynir at koma út eina ferð um vikuna, men alt annað líka, leingir tað um framleiðslutíðina og harvið eisini um frískleikan á vøruni, tá hon fyrst skal sendast niður til Danmarkar at prentast og síðan flytast heim aftur loftvegis áðrenn tað kann berast út til lesarar og sølustøð.
Hini bløðini, sum vóru til tá, koma í besta føri út sum mánaðarbløð ella koma als ikki út. Og tá kann í hvussu so er ikki verða talan um tíðindabløð longur.
Blaðdeyðin er ein veruleiki í dag tí tíðindi verða ikki longur borin í prentaðum miðlum.
Næstu vikurnar fer Tórshavnar kommuna at gera økið og hylin, við tíggju geilum, til reiðar. J&K Petersen hevur staðið fyri arbeiðnum
Langhylurn í Gundadali og uppíbyggingin av verandi svmiljihøll er ein av stóru verkætlanunum hjá Tórshavnar kommunu og hjá J&K Petersen. Nú er komið so mikið langt, at eitt avhendingarskjal er undirskrivað.
Hetta merkir, at J&K Petersen sum so er liðugt við sítt arbeiði: Næstu vikurnar skal kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.
Eftir ætlan skal hann lata upp í viku 45 - millum 4. og 10. november.
Hetta skrivar byggifyirøkan á heimasíðu sínari. Avhendingarskjalið varð undirskrivað fríggjadagin í snotiligu høllini.
- Langhylurin er bygdur upp í verandi svimjihøll og hevur 10 geilar á 50 metrar, tribunu við nakað yvir 600 áskoðaraplássum, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og mangt annað, skrivar jkp.fo
Snøgt við nýggja svimjihylin, sum er 50 metrar - tann fyrsti í Føroyum norðan fyri Páls Høll (Mynd: jkp.fo)
Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen, og Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri Tórshavnar kommunu (Mynd: jkp.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
Meira røringur í undan býráðsvalinum í nógv størstu kommununi í landinum. Forkvinnan í Framsókn váttar, at Kári Johansen hevur tikið seg av listanum
Fyri beint undir seks vikum síðani gjørdist greitt, at Kári Johansen ætlaði at stilla upp fyri Framsókn og ikki Javnaðarflokkin til kommunuvalið í november.
- Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn, segði býráðslimurin tá.
Nú er vent í holuni. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, váttar fyri in.fo, at Kári Johansen kortini ikki verður á listanum.
Tað er framvegis ikki greitt, um Kári Johansen kortini stillar upp til valið 12. november.
Heimasíðan in.fo rør uppundir, at Kári, saman við øðrum Javnaðarbýráðslimum, sum ikki stilla uppaftur á tí listanum, eru í gongd við ein heilt nýggjan lista.
Eingin viðmerking er komin frá Kára Johansen sjálvum enn.
Kári Johansen fekk 268 atkvøður á kommunuvalinum í 2020 - fyri Javnaðarflokkin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2024
Miðflokkurin hevur nú kunngjørt valevnislistan til býraáðsvalið í Tórshavnar kommunu
Átta valevni stilla upp fyri Miðflokkin á býraðsvalinum í Tórshavnar kommunu, millum teirra er formaðurin í flokkinum, Jenis av Rana, kunngjørdi flokkurin í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
– Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál. Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk verða raðfest og tryggjað, so ongin dettur niðurímillum. Hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran. Kommuna er fyri øll og má rúma øllum, stendur m.a. í valskránni hjá flokkinum.
Millum málini, sum Miðflokkurin sigur seg vilja arbeiða við, er ókeypis sálarfrøðihjálp til borgarar undir 15 ár, frítíðarkort til børn og ung, og sosialar íbúðir við leigugjaldi svarandi til inntøku.
Á listanum hjá Miðflokkinum í Tórshavnar kommunu, eru:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2024
Tað skal bæði vera lættari hjá útlendingum at koma til Føroyar og lættari hjá føroyingum at koma til Norðurarmerika. Næsta ár fer at bera til at selja ferðaseðlar á flogførunum hjá hvørjum øðrum
Í vikuni skrivaðu Atlantic Airways og Icelandair undir søguliga samstarvsavtalu - eina sonevnda" codeshare".
Stjórarnir í føroyska og íslendska flogfelagnum tóku í hondina á hvørjum øðrum á stóru Arctic Circle Assembly, sum í vikuni hevur verið hildin í Reykjavík.
Ráðstevnan varð millum annað nýtt til at fáa avtaluna, sum skal gera tað smidligari hjá ferðafólki, endaliga undir land.
Avtalan inniber millum annað, at tað fer at bera til hjá báðum flogfeløgunum at selja ferðaseðlar á flogførunum hjá hvørjum øðrum. Hetta mekrir, at tað nú fer at bera til at keypa ein ferðaseðil beinleiðis frá Atlantic Airways úr Vágum og allan vegin til útvald ferðamál í USA og Kanada, skrivar Atlantic Airways.
- Atlantic Airways fegnast um samstarvið við okkara brøðratjóð í útnorði, sum knýtir okkum enn nærri saman. Við avtaluni styrkja vit okkara felags grundarlag, sum hevur stóran týdning ikki bara vinnuliga, men eisini sum lond. Tað er ongin loyna, at bæði USA og Kanada eru stórir marknaðir, so fyri okkum er tað ein stórur fyrimunur at gerast partur av fjølbroytta rutunetinum hjá Icelandair
Hetta sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað.
Bogi Nils Bogason og Jóhanna á Bergi (Mynd: Atlantic Airways)
Hetta skal gera tað bæði lættari hjá útlendingum at koma til Føroyar og lættari hjá føroyingum at koma til Norðurarmerika.
- Harafturat letur avtalan letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum bæði fyri føroyingar, sum vilja út í heim og fyri útlendingar, ið vilja koma til Føroya, tí á henda hátt verða vit bæði sjónligari uttanlands, og føroyingar fáa eisini eitt betri og samanhangandi tilboð. Við avtaluni fáa vit eisini gagnnýtt styrkirnar hjá báðum flogfeløgunum við at gera Føroyar meira atkomuligar fyri ferðafólk úr Norðuramerika, samstundis sum tað gerst einfaldari fyri føroyingar at ferðast til USA og Kanada.
Les eisini: Gevast at flúgva til New York í 2025
Bogi Nils Bogason, stjóri í Icelandair, staðfestir, at samstarvið skal vera við at styrkja møguleikarnar.
- Londini í útnorði hava tað til felags, at vit eru bundin at eini munagóðari loftbrúgv til umheimin fyri framgongd í okkara egnu londum. Við at samstarva og at fáa eina formliga avtalu, styrkja vit loftvegis sambandið í útnorði, sum er ein týdningarmikil grundarsteinur undir víðarimenning av hesum partinum av heiminum.
Skal eisini vera lættari at koma til Grønlands
Umframt at undirskriva samstarvsavtalu við Icelandair, gjørdu Atlantic Airways og Air Greenland eisini eina avtalu um at styrkja samstarvið sínámillum við eini interline-avtalu.
Eins og við codeshare, ger ein interline-avtala ferðina munandi lættari fyri ein, ið skal ferðast við meira enn einum flogfelagi, fyri at koma til sítt endaliga ferðamál, m.a. tí til ber at skrivað viðførið inn allan vegin, og tú kanst fáa øll ferðakort (boardingkort) á byrjanarflogvøllinum.
- Ein interline-avtala við Air Greeland letur upp fyri beinleiðis ferðing sama dag til og úr Nuuk via Keypmannahavn ávísar dagar í vikuni. Vit vita eisini, at tað eru nógvir føroyingar, ið sigla í Grønlandi, og hetta fer at verða ein stórur fyrimunur fyri teir, tí nú fer at bera til at ferðast til Grønlands uttan at steðga eina nátt í Keypmannahavn, sigur Jóhanna á Bergi.
Báðar avtalurnar koma eftir ætlan í gildi fyrsta ársfjórðing í 2025, skrivar Atlantic Airways at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
Fimm arkitektafeløg komu við uppskoti til Landsverk um at gera heildarætlan til høvuðsumvælingina av gamla skúlabygninginum
- Hvussu høvuðsumvælir tú gamla skúlabygningin á Frælsinum, meðan hann verður brúktur til undirvísing hjá Fróðskaparsetri Føroya? Hvussu kann verandi arkitekturur í gamla bygninginum samantvinnast við nýggja felagsbygningin, sum nú verður prosjekteraður?
- Hvussu kann nýtt samband skapast millum lonirnar í gamla Venjingarskúlanum? Og hvussu umskapar tú ein fólkaskúla frá 1960-unum til eitt nútímans universitet í dag?
Millum annað hesar spurningarnar skuldu arkitektafeløg geva síni boð uppá, tá Landsverk herfyri skipaði fyri almennum útboði um, hvør skal gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av gamla Venjingarskúlanum/Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn.
Fimm uppskot komu inn, og dómsnevndin er komin til, at Spf. SNA hevur besta boðið.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari.
- Henning Larsen gjørdi eina yvirskipaða heildarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur millum J. C. Svabos gøtu og Frælsið í 2018. Hon eitur Færøernes Universitet – Strategisk Campusplan, og við útgangsstøði í henni eru tvær byggiverkætlanir nú aktuellar: Høvuðsumvæling av gamla skúlabygninginum á Frælsinum, sum verður gjørd stig fyri stig, og nýggi felagsbygningurin til Setrið í Nóatúni, sum í løtuni verður prosjekteraður.
Fróðskaparsetrið ásannar, at neyðugt er at fáa heildarætlan gjørda fyri høvuðsumvælingina nú, tí síðani stóra ætlanin fyri alt tað savnaða Setrið varð gjørd í 2018, bleiv avgjørt, at gamli skúlabygningurin kortini ikki skuldi rívast niður, men bøtast og varðveitast. Hetta eins og gamli Kommunuskúlin/Finsen, sum SNA eisini var við til at gera.
Fyri at Setrið skal kunna brúka gamla skúlabygningin til sítt universitetsvirksemi krevst, at hann verður høvuðsumvældur og partvíst eisini umbygdur.
Nú SNA hevur vunnið útboðið, verður næsta stigið at gera sáttmála við Landsverk, tosa við brúkarabólkar um tørvir, og síðani gera sjálva heildarætlanina, sum verður skrokkurin at prosjektera víðari eftir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Farna mikudag rakti ódnin Milton amerikanska statin Florida
Ódnin Milton, sum rakti amerikanska statin Florida mikudagin í farnu viku, elvdi til skaðar fyri upp í 50 milliardir dollarar, sum svarar til beint yvir 341 milliardir krónur.
Tað meta serfrøðingar sambært amerikanska forsetanum Joe Biden.
Sambært amerikansku myndugleikunum hava í minsta lagi 17 fólk latið lív í ódnini. Yvir tvær milliónir húsarhald og virki mistu streymin, og fleiri øki eru undir vatni.
(Mynd: EPA)
Ron DeSantis, guvernørur í Florida sigur sambært USA Today, at tað kundi verið verri, men at tey nú hava nógv arbeiði fyri framman.
– Har er skaði, har er nógv, sum skal gerast, segði hann á tíðindafundi fríggjadagin.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024
Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk
58 prosent av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa, og tað merkir, at føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.
Fyri fyrstu ferð kunnger Hagstovan nýggj hagtøl um nýskapan (en: innovation) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan, og framyvir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini, skrivar Hagstovan.
Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, og hetta er næsthægst í Norðurlondunum.
Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noregi bert vóru 50,5 prosent. Í Íslandi nýskaptu 48 prosent av fyritøkunum, og í Danmark var talið 46 prosent.
Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa frá 2020 til 2022 er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum
Í tíðarskeiðnum september 2023 til august 2024 varð innflutt fyri 10,6 milliardir krónur.
Tað eru 955,7 milliónir krónur -ella góð átta prosent - minni enn undanfarnu tólv mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 339,4 milliónir krónur - ella 17,5 prosent - sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 323,9 milliónum krónum - ella 10,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Útflutningurin av laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur
Í tíðarskeiðnum september 2023 til august 2024 útfluttu føroyingar fyri 11,9 milliardir krónur, ein góð milliard krónur minni enn undanfarna skeið.
Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 11,3 milliardir, sum er 819,7 milliónir - ella nærum átta prosent - minni enn sama tíðarskeið árið fyri, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin av laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur.
Útflutningurin av laksi er vaksin 587,6 milliónir krónur. Virðið er vaksið við næstan 11 prosentum og nøgdin er vaksin góð 17 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Tað eru slakar 640 milliónir krónur, ella 5,3 prosent, meira enn undanfarna ár
Í tíðarskeiðnum oktober 2023 til september 2024 vórðu 12,5 milliardir útgoldnar í A-skattaðum lønum.
Tað eru slakar 640 milliónir krónur, ella 5,3 prosent, meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020, men seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan, skrivar Hagstovan.
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.
Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Lønin hjá kvinnum var 400 milliónir, ella sløk níggju prosent størri, meðan lønin hjá monnum er vaksin við 240 milliónum sum svarar til góð trý prosent.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, eiga størsta partin av vøkstrinum við 336 milliónir krónur ella 11,4 prosentum, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Tað er ein vøkstur á 0,8 prosent, 231 persónar fleiri enn í september í fjør
Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 persónar fleiri enn í september í fjør, ein vøkstur á 0,8 prosent.
Í starvsfólkaskaranum vóru knapt 15.100 men og 14.500 kvinnur.
Hjá kvinnum vóru 129, ella 0,9 prosent fleiri, samanborið við september í fjør. Hjá monnum var vøkstur á 0,7 prosent, ella 102 starvsfólk.
Um hugt verður eftir aldursbýtinum sæst, at størsti aldursbólkurin í september var tey starvsfólk, sum vóru millum 30 og 39 ár. Tey telja góð 20 prosent. Yvir 54 prosent av starvsfólkunum eru tó 40 ár ella eldri, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Hetta við 0,20 prosentstigum. Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024
Danski Tjóðbankin hevur í vikuni lækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum.
Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20 prosentstigum.
Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
Á norðurlendskum tollstjórafundi í Stokkhólmi hin 17. september góvu Føroyar, Danmark og Grønland hvørt øðrum tilsøgn um eitt enn sterkari tollsamstarv. Føroyar undirskrivaðu í hesum sambandi tvær nýggjar tollavtalur
Londini fara nú at leggja serligan dent á at luta vitan og royndir sínámillum.
Hetta er týðandi partur av fyrru avtaluni, ið viðger yvirskipaða tollsamstarvið landanna millum.
Avtalan fevnir eisini um felags tollverjuátøk fyri tey trý samfeløgini umframt um førleikamenning av starvsfólkum og um servenjing av rúsevnahundum.
Hin avtalan, sum Føroyar undirskrivaðu, er ein rammuavtala við Danmark, har samstarvið millum londini verður útgreinað, serliga førleikamenningin.
– Tolløkið er álvarsmál, ikki minst tá ið ræður um rúsevni, og tí fegnist eg um nýggju avtalurnar og um góða samstarv okkara við Danmark og Grønland og grannalondini yvirhøvur, sigur Ruth Vang, ið sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av virkisøkinum hjá TAKS.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivaði undir nýggju avtalurnar Føroya vegna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2024
Djóni Nolsøe Joensen loysti fyrsta flagið í vikuni. Talan er um enn eina útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík, sum er mentur seinastu árini
Mánadagin, 14. oktober, varð spakin - ella rættari sagt grabbin - settur í til nýggju auluna í Tekniska skúla í Klaksvík.
Nýbygningurin við skúlan tætt við Borðoyavík er staðsettur norðan fyri verandi inngongd.
Tað er Norðhús, sum ger arbeiðið. Arbeiðið við at byggja aulu og gera neyðugar umvælingar á verandi bygning er mett at taka tvey ár.
Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, ið loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð varð gjørt við grabba í maskinu.
Mynd: bumr.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Teir vóru ávegis úr Skagen, har skipið er gjørt, og til Íslands, tá teir fingu trupulleika við motorinum
Mánadagin kom nýggja ísleandska pelagiska nóta- og trolskipið, Håkon, á Havnina. Tað er felagið Gjøvur hf í Grenivík, sum eigur skipið.
Teir vóru ávegis úr Skagen, har skipið er bygt, og til Íslands, tá teir fingu trupuleika við motorinum. Teir sigldu tó sjálvir inn á Havnina, har motorurin varð umvældur.
Håkon kemur í flotan fyri gamla Håkon, sum var bygdur í 2001. Hann er eitt verksmiðjuskip og er settur til sølu.
Nýggi Håkon er 75 metrar langur, 16 metrar breiður og hevur ein 5400 kW. Wartsila motor. Lastin er 2500 rúmmetrar. 18 mans hoyra til skipið og 9 eru umborð í senn.
Håkon skal, eins og gamla skipið, fiska sild, lodnu, makreli og svartkjaft.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2024
Væntandi fara 30.000 ferðafólk at vitja Havnina við ferðamannaskipum næsta ár, sigur Tórshavnar havn
Sesongin við ferðamannaskipum er av fyri árið í ár. 1.oktober vitjaði síðsta ferðamannaskipið, Hamburg, í Tórshavn og varð harvið sett punktum fyri hesa sesongina.
Í alt vóru 46 vitjanir frá ferðamannaskipum við 24.458 ferðafólkum umborð í ár. Nógv tey flestu skipini eru kendir gestir, sum hava vitjað áður. Summi av skipunum vitjaðu enntá fleiri ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstu ferð.
- Árið í ár gekk júst soleiðis, sum vit høvdu væntað. Trý skip avlýstu teirra komu, og tað er ikki nakað óvanligt, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen. Í maj mánaði valdi stóra ferðamannaskipið Borealis, við áleið 1000 ferðafólkum umborð, at avlýsa teirra komu. Annars hava hinar avlýsingarnar verið orsakað av veður.
Fyrstu skrásetingarnar í EPI dátugrunnin
Í februar mánaði gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI – Environmental Port Index. EPI er ein dátugrunnur, ið samlar tøl inn, ið siga nakað um umhvørvisdálking hjá ferðamannaskipunum. Av teimum 46 komunum vóru 37 skip, sum skrásettu teirra dátur í skipanina. Júst skrásetingin í ár var sjálvboðin. Framyvir verður tó krav hjá skipum, ið koma til Havnar, at skráseta teirra dátur í EPI-dátugrunnin.
Úr skrásetingini hjá skipunum, fáa skipini eitt stigatal. Tess hægri tal, tess betri. Miðaltalið fyri skrásetingina í ár er 36. Lægsta stigatal í ár er nýggju, meðan hægsta er 91. Hjá havnum, sum vit vanliga samanbera okkum við, liggur talið ímillum 40-47.
Útfrá stigatølunum hjá skipunum, ber eitt nú til at gera ávísar prís tillagingar. -Endamálið við EPI er at eggja reiðaríum og starvsfólkum umborð, ið hava við ferðamannaskipini at gera, at gerast meira tilvitað um teirra ávirkan á umhvørvið. Harvið eisini at gera neyðugar broytingar, sigur Hanus Mikkelsen.
Bókingar fyri ferðamannaskip liggja tvey til trý ár fram í tíðina. Hóast tað, verður skipanin sett í gildi við sesong byrjan 2025.
Serfrøðingar á gøtuni
Fyri at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, hava Tórshavnar havn og Visit Tórshavn í felag sett verkætlanarfólk í starv at taka sær av at samskipa økið. Hetta hevur millum annað havt við sær, at ein nýggj skipan varð sjósett í summar: Serfrøðingarnir í havnagøtum. Serfrøðingarnir eru pensjónistar og onnur, ið hava gingið í havnagøtum og vegleitt, tá ferðamannaskipini eru komin til Havnar.
- Vit vita frá bæði búgvandi, vitjandi og eisini handilsvinnuni, at serfrøðingarnir í havnagøtum hava gjørt stóran mun. Tey vita eina rúgvu um Havnina og Føroyar og kunnu skjótt vísa ferðafólkunum veg, tá ferðafólkini eitt nú spyrja eftir onkrari ávísari vøru. Vit trúgva eisini at júst hesi fólkini, eru ein týdningarmikil brikkur í at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, sigur Hanus Mikkelsen.
Ymiskt er hvør tørvurin er á serfrøðingunum. Alt eftir hvussu nógv ferðafólk eru umborð á ferðamannaskipunum. Tó bjóða Tórshavnar havn og Visit Tórshavn øllum vælkomnum, sum hava hug at gerast partur av toyminum av Serfrøðingum í havnagøtum.
Spennandi tíðir fyri framman
Í septembur í ár vóru umboð fyri seks føroyskar havnir á ráðstevnu fyri ferðamannaskip í Malaga. Havnirnar høvdu felags bás undir nýggja samstarvinum Cruise Faroe Islands. Ætlanin við hesum samstarvinum er at veita og fáa íblástur frá hvørjum øðrum, eins og hetta er við til at skipa umstøðurnar fyri ferðamannaskip í Føroyum. Júst hvat meir ítøkiligt spyrst burturúr hesum samstarvinum, vil tíðin sjálvsagt vísa. Umboð fyri føroysku havnirnar undir Cruise Faroe Islands, møtast við jøvnum millumbili.
Higartil er boðað frá 52 komum næsta ár. Væntað verður at eini 30.000 ferðafólk koma at vitja Havnina. Fyrsta skip, ið vitjar komandi ár er Bolette, sum vitjar 30.apríl. Komandi ár verður væntandi seinastu ferð, at Tórshavnar havn tekur ímóti ferðamannaskipum, uttan nakran veruligan terminal. Tí gongst sum ætlað, so verður nýggi terminalurin, klárur til sesongina í 2026.
Tað ber til at síggja yvirlit yvir allar komurnar á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn, harumframt ber til at síggja komur hjá Tórshavnar havn, Runavíkar havn, Elduvík og Funning á heimasíðuni www.dokk.is.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2024
Hon kom sum 23-ára gomul til Føroya, og skuldi bara vera eitt ár. Nú hevur Anne Marie starvast sum landmátari hjá Landsverki í 40 ár
Í farnu viku fekk Anne Marie Norby kongaliga Tænastumedalju fyri at hava starvast sum landmátari hjá Landsverki í 40 ár.
Tað er ein serstøk søga knýtt at starvsleiðini hjá henni. Hon kom úr Danmark sum ung - og var núverandi støða óhugsandi tá.
- Anne Marie fór sum 23 ára gomul til Føroya ein túr, sum bara skuldi vera eitt ár - men hon kom ongantíð heimaftur til Danmarkar. Síðan hevur hon starvast sum landmátari hjá okkum - eitt arbeiði, sum hevur ført hana runt í hvønn krók í Føroyum, og eisini til Íslands, Hetlands og Grønlands, skrivar Landsverk.
Anne Marie Norby er serfrøðingur í sjóuppmáting. Landsverk greiðir frá, at hon uppmátingarnar í grótbrotum, til vegaútbyggingar og tunlar. Anne Marie hevur eisini gjørt uppmátingar til havnarbyggin, undirsjóvartunlar og annað á sjónum.
- Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og takka henni fyri hennara týdningarmikla íkast til føroyska samfelagið, skrivar Landsverk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
– Tær hava í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði
Á tiltaki hjá Sinnisbata í Smæruni á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober handaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, sálarheilsuviðurslønina 2024 til Lív Egholm og Óluvu Poulsen.
Tær hava í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði, skrivar Sinnisbati.
– Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum starvast fleiri dugnalig fólk, ið veruliga brenna fyri teirra yrkjum. Gerandishetjur, sum hava so stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið hjá nógvum fólkum.
– Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tær eru nærlagdar, róligar og hava báðar ein serligan eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024
Sigmundur Johannesen er ein býarmynd, og nú varð hann heiðraður saman við øðrum
Tey trívast á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. Um dagarnar hava Súnfríður Højgaard, maskinførari, og Jóanes Johannesen, parkeringsvørður v.m., verið í starvi á deildini í 35 ár, teir fingu handaðar blómur týsdagin. Siðvenja er annars at halda dagin, táið starvsfólk hava verið í starvi í 25 og 40 ár.
Tað er Runavíkar kommuna, sum skrivar hetta á heimasíðu sínari. Har verður fegnast um, at man hevur trúgv starvsfólk.
Í hesum førinum verður serliga Sigmundur Johannesen heiðraður. Tað var hann eisini í gamla býráðssalinum herfyri. Býarverkfrøðingurin og borgarstjórin fluttu fram røður fyri Sigmundi, og kommunan handaði honum blómur og ein málning, har motivið er úr uppvakstrarøki hansara.
Torbjórn Jacobsen og Siggi (Mynd: runavik.fo)
1. oktober vóru tað júst 25 ár liðin, at Sigmundur – vanliga róptur Siggi - byrjaði at starvast á Vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.
Hann er uppvaksin við Løkin í Runavík og gjørdist ungur ein býarmynd, serliga vegna fótbóltin. Seinni tí Siggi ferðast dagliga aftur og fram eftir vegnum, har hann hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir øðrum. Eisini hevur hann akfar, sum er uppkallað eftir "akfarsstjóranum".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Lou Bega, sum m.a. er kendur fyri sangin "Mambo no. 5", verður gestasangari á Okkara Land í Havn 21. juni 2025
1. juni í ár fór festivalurin Okkara Land fyri fyrstu ferð av bakkastokki í Marknagili í Havn, og 21. juni 2025 verður festivalurin aftur á skránni.
Í ár vóru bert føroysk nøvn á skránni, men komandi ár verður ein útlendskur gestasangari eisini at hoyra. Talan er um týska Lou Bega.
Lou Bega, sum hevur selt 53 milliónir plátur og toppað listarnar í nógvum londum, kom við nógvum hittum um aldarskiftið, m.a. "Mmbo no. 5", sum flest øll hava dansað og sungið við til. Umframt "Mambo no. 5" kemur hann eisini at framføra løg sum "Sweet Like Cola", "I Got a Girl", og "Scatman & Hatman".
– Vit á Okkara Land eru sera spent uppá at fáa hendan víðagitna artistin at framføra sum gestasangari til Okkara Land 2025, skriva fyriskiparar í fráboðan á heimasíðuni hjá festivalinum.
– Vit hava eisini onnir spennandi nøvn í ermuni, sum vit avdúka seinni! Vit fara sjálvasagt eisini at hava fleiri fantastiska góðir føroyskir tónleikarar á pallin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Heimskenda norska kórið jólakonsert í Lívdini í Hoyvík 26. november
Eitt tað kendasta gospel kórið í øllum heiminum, Oslo Gospel Choir, er í gongd við at fyrireika seg til afturvendandi árligu jólakonsertinar. Í alt verða gott 30 jólakonsertir í ár, og tann fyrsta verður í Føroyum 26. november, sigur kórleiðarin, Tore Aas.
Í fjør var útselt, og fleiri vóru, sum ikki fingu atgongumerki!
Oslo Gospel Choir hevði eisini jólakonsert í Føroyum í 2023. Áhugin var so stórur, at skipað varð fyri tveimum eyka konsertum, sum eisini vórðu útseldar, og tað vóru fleiri, sum ikki fingu atgongumerki!
- Í ár er áhugin eisini stórur, og bert fá atgongumerki eru eftir. Tað er óvist, um vit skipa fyri eykakonsert í ár, og tí er eisini vandi fyri, at nøkur aftur í ár ikki sleppa á konsert, sigur Jens Kristian á Brúgvaskifti, sum er ein av fyrireikarunum.
Gleða seg at koma aftur til Føroya
- Vit hava glett okkum nógv til at koma aftur til Føroya. Hæddarpunktið innan jólakonsertir í fjør var avgjørt konsertirnar í Føroyum. Vit vóru sera ovfarin um, at næstan øll kendu okkara sangir og sungu við. Slíka móttøku uppliva vit ikki eingang á heimabana í Noregi. Tað eru somu sangarar, sum vóru við í fjør, sum koma aftur í ár.
Sami kórleiðari øll árini!
Tað var í 1988, at Tore Aas byrjaði Oslo Gospel Choir. Tað komu fleiri enn 300 sangarar til upptøkuroynd. Harav vóru 32 sangarar útvaldir. Av upprunamanningini er bert kórleiðarin Tore Aas og ein annar, sum hava verið við øll árini.
- Hesi árini hava vit haft umleið 1.500 konsertir í 12 ymiskum londum og hava latið úr hondum umleið 40 útgávur, sigur Tore Aas, sum var staddur í Týsklandi á kórstevnu, tá ið vit høvdu samrøðu við hann.
Meir kunning um konsertina er at finna her: https://www.praisehim.fo/event/oslo-gospel-choir-konsert-2024/
(Myndir: Jógvan Niclasen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2024
Jólamerkjagrunnurin hevur latið upp fyri umsóknum til verkætlanir, sum stuðla børnum og ungum í Føroyum – í ár hevur Helga Djurhuus sniðgivið vøkru jólamerkini, sum mynda jólaklipp
Nú ber til at søkja um stuðul úr Jólamerkjagrunninum, boðar Posta frá í tíðindaskrivi.
Stuðul verður latin til stovnar, feløg og onnur, sum virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella til onnur samfelagsgagnlig endamál.
Tað er stýrið fyri Jólamerkjagrunnin, sum ger av, hvussu stuðulin verður býttur út.
Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.
Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Helga Djurhuus sniðgivið jólamerkini, sum mynda jólaklipp. Eitt ark við 15 merkjum kostar 30 krónur, og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 17. oktober, skrivar Posta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Í brævi til franska forsetan, hevur Paul Watson, sum hevur sitið fongslaður í Nuuk seinastu mánaðirnar orsakað av handtøkuboðum úr Japan, biðið um politiskt friðskjól
Umhvørvisaktivisturin Paul Watson hevur heitt á franska forsetan, Emmanuel Macron, um at geva sær politiskt friðskjól í Fraklandi.
Watson hevur sitið fongslaður í Grønlandi, síðan hann varð handtikin í Nuuk í juli, og har skal hann sita til í minsta lagi 23. oktober.
Umbønin um friðskjól varð send Macron í einum brævi fyri nøkrum døgum síðani, sigur Lamya Essemlali, sum stendur á odda fyri umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd France, sum Watson fyrr hevur verið partur av.
Tað var 2. oktober, at rætturin í Grønlandi avgjørdi at leingja fongslingina hjá Watson til 23. oktober. Avgerðin varð kærd til landsrættin, sum mánadagin staðfesti avgerðina.
Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um Watson skal útflýggjast til Japan, sum ynskir at rættarsøkja hann fyri brotsverk framd í 2010.
Sambært Ritzau hevur Watson fingið loyvi at royna málið í Hægstarætti. Nær hetta verður, er enn ikki avgjørt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Demokratiska forsetavalevnið hevur álmannakunngjørt eina læknafrágreiðing, sum staðfestir, at hon hevur góða heilsu
Amerikanski varaforsetin og demokratiska forsetavlevnið, Kamala Harris, hevur góða krops- og sálarheilsu, og er før fyri at átaka sær forsetaembætið, um hon vinnur á fyrrverandi forsetanum og núverandi republikanska forsetavalevninum Donald Trump 5. november.
Tað staðfestir ein læknafrágreiðing, sum Hvítu Húsini hava almannakunngjørt sambært Ritzau.
Her sigur læknin hjá Harris, Joshua Simmons m.a., at úrslitið av einari kanning av heilsuni hjá Harris frá í vár ikki var serliga merkisvert.
Harris hevur ein virknan lívsstíl og ein sera sunnan kost, hóast hon hevur nógv um at vera í gerandisdegnum.
Hon hevur árstíðarbundið ovurviðkvæmi og nakað av notusótt. Hon roykir ikki og drekkur bert rúsdrekka í "hóvligum nøgdum".
Kamala Harris, sum fyllir 60 ár 20. oktober, hevur sambært ráðgevum hennara, almannakunngjørt heilsufrágreiðingina fyri at gera vart við, at 78 ára gamli mótstøðumaður hennara, Donald Trump, ikki hevur almannakunngjørt frágreiðing um sína heilsu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2024
Mikudagin varð avtala gjørd við A-landsliðsvenjaran hjá monnum um at enda samstarvið – FSF hevur gjørt avtalu við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, um at standa á odda fyri manslandsliðnum til UEFA Nations League dystirnar, sum verða á útivølli um ein mánað
Seinastu fimm árini hevur Håkan Ericson staðið á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum. Men nú eitt gott ár er eftir av avtaluni, eru Fótbóltssamband Føroya og Håkan Ericson blivin samd um at enda samstarvið.
Í staðin hevur FSF gjørt avtalu við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, um at standa á odda fyri manslandsliðnum til UEFA Nations League dystirnar, sum verða á útivølli um ein mánað.
– FSF ynskir at takka Håkani Ericson fyri samstarvið hesi fimm árini, hann hevur verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum. Síðani tann 3. september í 2020 til dystin sunnukvøldið móti Lettlandi, hevur Håkan staðið á odda fyri landsliðnum í 34 kappingardystum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann fingið stig í nærum helvtina av dystunum, og er hann sostatt tann venjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini við landsliðnum.
– Samstundis sum vit staðfesta, at okkara landslið er sera sterkt, so er samlaða úrtøkan ikki nøktandi. Vit liggja niðast í bólkinum, og hava higartil ikki megnað at vunnið nakran dyst – heldur ikki á heimavølli. Undir hesum umstøðum halda vit tað vera best at fáa nýggjar kreftir at standa á odda fyri okkara A-landsliðið við monnum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Føroyska landsliðið var betri meginpartin av dystinum, men tað rakk ikki á mál á Tórsvølli sunnukvøldið
Føroyar vóru nakað omaná í fyrra hálvleiki í dystinum móti Lettlandi á Tórsvølli sunnukvøldið. Ongin veruligur málmøguleiki kom teir fyrstu 15 minuttirnar. Fyrsta málmøguleikan átti útiliðið.
Áhugavert var at síggja, at uppspælið hjá føroyska landsliðnum bleiv bygt upp við trimum í miðverjuni. Hetta gav føroysku stríðsmonnunum nakað av breidd, hóast nógv av spælinum fór gjøgnum miðjuna.
Tá ið eitt korter var spælt, fingu lettar ein málmøguleika, har áleyparin hjá lettum fekk fría renning, sterkt eltur av Oddmari Færø. Bárður á Reynatrøð í føroyska málinum stjórbjargaði – helst vildi onkur hildið, at talan var um rangstøðu í uppspælinum, men so var ikki.
Meinhard Egilsson hevði eina góða skotroynd, inni í brotsteigarmarkinum, har kviku føturnir komu honum til góðar. Tíverri stóð málverjin í lettiska málinum, Rihard Matrevics, royndina – og bjargaði.
Ein av áleyparunum hjá Lettlandi, Roberts Uldrikis, fekk eina skotroynd, sum lættliga kundi gerast meira vandamikil. Við holi í miðverjuni hjá Føroyum, sá hann skotmøguleika og smekkaði til. Til alla lukku fór skotið einar 5-6 metrar oman fyri málið.
Tá ein góður hálvur tími var eftir, var Meinhard aftur við eini skotroynd. Aftur hesaferð stóð lettiski málverjin royndina – og bjargaði einum góðum málmøguleika hjá glyvramanninum.
Tá fimm minuttir restaðu í hálvleikinum, var aftur vandamál á skrá, í lettiska brotsteigarmarkinum. Brandur Hendriksson fekk ein illa spældan bólt frá lettiska málverjanum, sum hann so spældi aftureftir til Hanus Sørensen. Við framúr uppspælið frá Brandi, smekkaði Hanus bóltin í netið, til 1-0 til Føroyar. Hetta er fyrsta mál hjá Hanusi á føroyska A-landsliðnum.
Føroyiska landsliðið byrjaði seinna hálvleik væl. Hanus Sørensen hevði góða skotroynd, hóast tað ikki var so hart – í 55. Minutti. Málverjin hjá lettiska landsliðnum bjargaði uttan stórvegis trupulleikar.
Tá ein lítil tími var farin, framdi Føroyar ein trýfalda útskifting. Inn komu Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen og Sølvi Vatnhamar. Ein heldur offensiv útskifting, sum ábendingar eisini vóru um undan dystinum. Út fóru René Shaki, Hannes Agnarsson og Brandur Hendriksson.
Jóannes Bjartalíð fekk eina góða byrjan, tá hann framvið høgru síðu fekk víst, hvør bóltsnillingur hann er. Nakað úti í høgru síðu fekk hann eina góða skotroynd, men tíverri datt bólturin á skeiva beinið og bólturin fór væl omanfyri málið.
Tá tjúgu minuttir restaðu í, so fingu gestirnir hol á. Andrej Ciganiks spældi ein langan deyðbólt úr vinstru síðu, inn til eitt púra óvardan Dario Sits, sum hegnisliga og uttan bivan umsetti eina sera góða avlevering og innlegg til mál.
Hanus Sørensen fekk enn eina skotroynd í 72. minutti, beint uttan fyri brotsteigarmarkið smekkaði til, men lettiski málverjin stórbjargaði.
Tá 78 minuttir vórðu spældir framdi Håkan Ericson eina defensiva útskifting. Tørvur var á frískum beinum í verjuni. Oddmar Færø bleiv útskiftur og inn kom 07 Vestur leikarin, Sonni Ragnar Nattestad.
Jóan Símun Edmundsson, sum varð settur á bonkin til dystin í dag, bleiv í 83. minutti innskiftur, meðan avloysari hansara, Meinhard Egilsson, bleiv útskiftur.
Tað var um reppið, at lettar mundu lagt seg á odda 2-1, tá ein bóltur bleiv sendur hart inneftir málstrikuni og beint framvið málinum. Lukkutíð fyri Føroyar var ongin letti í bakrúminum at móttaka bóltin. Nú tóktist sum Føroyar mistu tamarhaldið og tann feril av fokus sum var eftir, móti endanum á dystinum.
Hetta er fjórðu ferð í ár, at føroyska landsliðið missur eina leiðslu í kappingardysti. Til hús fóru 2.017 áskoðarar, umframt leikarar, við blandaðum kenslum um 1-1 úrslit móti Lettlandi.
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - Sunnudagin 13. oktober á Tórsvølli
Føroyar - Lettland 1-1 (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0
69' Dario Sits (Andrej Ciganiks) 1-1
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø (78' Sonni Ragnar Nattestad), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen (57' Jóannes Bjartalíð), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (57' Sølvi Vatnhamar), Hannes Agnarsson (57' Adrian Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (83' Jóan Símun Edmundsson)
Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig
Fýra umfør eru nú spæld. Tað eru seks umfør, sum skulu spælast - niðasta liðið í bólkinum skal spæla play-off dyst um niðurflyting.
(Myndir: Andrei Antal)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2024
Svenski venjarin er ónøgdur við 1-1 málið, men kennir ikki trýst á sær og liðnum. Hann var annars fáorðaður sunnukvøldið, men sigur samanumtakandi: - Hetta er bara fótbóltur
Teir vóru allir á einum máli um, at tað var ein serdeilis keðilig verjustøða sum gjørdi, at teir mistu á stokkinum. Hjá venjaranum er ikki støðan ikki øðrvísi.
- Hvat er tað, sum gongur galið hjá tykkum í kvøld?
- Tað kann vera so nógv, men eg haldi, at vit stýra dystinum soleiðis sum vit ynskja tað. Tá teir so fáa málið til 1-1, fer eitt sindur av styrki úr okkara mentalu lyftu, um eg kann siga tað soleiðis. Vit hava einar 15-20 minuttir, har eru ov vánaligir, men undantikið tí, so haldi eg, at vit eiga hendan dystin, segði Håkan Ericson við Portalin.
Føroysku stríðsmenninir áttu góðar portiónir av momentum. Tað var sjón fyri søgn, at teir fóru eftir sigrinum, men tað ikki á mál.
- Vit vildu sjálvandi ynskt, at vit fingu umsett okkara mongu álopsroyndir til mál. Eisini tí, at vit høvdu bóltin nógv meir enn teir, í størsta partinum av dystinum, legði svenski venjarin afturat.
- Kennist tað á liðnum, at tit í longri tíð hava mangla leikarar sum Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen?
- Tað er jú klárt, at millum hasir spælararnir sum tú nevnir, eru avgerandi faktorar í okkara spælið. Vit hava manglar teir, men tað er eisini keðiligt, at Brandur og Jóan Símun, ikki fáa so nógva spælitíð, har teir spæla til dagligt, sigur Håkan Ericson.
Teir á liðnum tvíhalda um, at uppleggið til dystin í dag - dystarætlanin - var gott og at tað var neyðugt, at halda seg til tað. Tó var tørvur á, at áðurnevndu leikararnir spældu í dystinum í dag, sigur venjarin.
- Tað var mín avgerð, at lata teir báðar (Jóannes og Brandur) spæla í dag. Teir spældu eisini væl í seinasta dysti, tí hevur tað nógv at siga fyri okkara ætlanir, at teir eru við í dag, leggur Håkan Ericson afturat.
- Kenna tit nakað trýst á tykkum?
- Nei, tað vildi eg ikki mett. Vit spæla jú væl í dag, hóast vit eru sera frustreraðir yvir at missa leiðsluna, svarar sviin Portalinum.
Hvat sigur ein venjari til sínar leikarar eftir ein dyst sum hendan?
- Eg havi sagt við teir, at eg var væl nøgdur við spælið. Hóast hetta, so má eg vera líka ærligur við fjølmiðlarnar, sum eg eri við mínar spælarar. Eg havi eisini sagt við teir, at eg eri so langt frá nøgdur við støðuna, sum gevur mótstøðuliðnum 1-1 málið, sigur Håkan Ericson.
Tað var eygsæð, at talan var um eitt korter, har leikliga gongdin haltaði hjá føroyska landsliðnum. Hetta ásannar Håkan Ericson eisini.
- Eg havi sagt, at tað at missa leiðsluna, eri eg ikki nøgdur við. Og tað kemur frá hjartanum, men tað er tað, sum eg meini, segði venjarin við Portalin at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2024
Liðskiparin Noah Mneney skoraði einasta málið á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjaði í kvøld. Føroyar enda á 4. plássi við tíggju stigum fyri tíggju dystir
Føroyar vunnu útidystin móti Hvítarusslandi, og endurtóku í heimadystinum á Tórsvølli týsdagin. Harvið endaðu Eyðun Klakstein, Atli Gregersen, restina av toyminum og ungu føroysku menninir væl.
Tað var liðformaðurin Noah Mneney, sum tíggju minttuir fyri steðgin stýrdi góða innlegginum úr høgru frá HB-liðfelaganum Ása Dam í netið. Ein góður stútari og ein góður seinastu U21-dystir hjá Noah.
Teir allarflestu hava ikki aldur til næstu kapping, men Børge Petersen, Gullbrandur Øregaard, Ari í Haraldsstovu Petersen hinir hildu nullið. Sum heild eitt føroyskt lið ið stríddist væl og spældi taktiskt væl.
Føroyar skaptu nakrar støður í 2. hálvleiki - serliga í mótálopum. Hvítarussar trýstu í løtum, men tað endaði 1-0.
Samanlagt tíggju stig í tíggju umførum og 4. pláss í bólki við seks liðum varð endaúrslitið. Júst tað sama sum undir Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen, og eitt stig aftanfyri metið frá undankappingini 2009-2010, har Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham stjórnaðu liðnum.
Seinasta umfar í EM-undankappingini
Týsdagin 15. oktober
Føroyar - Hvítarussland 1-0 (1-0)
36' 1-0 Noah Mneney (Ási Dam)
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Áki Debes Samuelsen (57' Leivur Guttesen), Emil Weihe Joensen (56' Aron Ellingsgaard), Noah Mneney, Olaf Bárðarson (82' Beinir Nolsøe) - Jørgen Nielsen (89' Gutti Dahl-Olsen)
Úrslitið í bólkinum eftir 10. umfar:
1. Portugal 27 stig
2. Kroatia 22 stig
3. Grikkaland 17 stig
4. Føroyar 10 stig
5. Hvítarussland 6 stig
6. Andorra 3 stig
(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Hesa undankappingina var liðið nær við at taka stigametið frá 2009-2010 (ellivu stig) Tað var aðru ferð á rað, at U21-landsliðið hjá Føroyum fekk 10 stig fyri tíggju dystir
17 ár og ein dag eftir, at eitt føroyskt U21-landsliðið á fyrsta sinni fekk ein sigur - og stig yvirhøvur - í einum undankappingardysti, vunnu Føroyar á Hvítarusslandi.
Eins og á Svangaskarði heystardagin í 2007, vunnu Føroyar 1-0. Hesaferð var Noah Mneney málskjútti - í 2007 var tað Magnus Hendriksson Olsen úr B71. Tá helt Gunnar Nielsen málið reint, hesaferð var tað Ari í Haraldsstovu Petersen.
Við sigrinum í vikuni tryggjaði U21-landsliðið, at tað í aðru undankappingini á rað fekk tíggju stig. Tá var Sámal Erik Hentze høvuðsvenjari - hesaferð var tað Eyðun Klakstein. Atli Gregersen hevur verið hjálparvenjari báðar undankappingarnar, og síðani Bagge tók við í 2020.
Miðaltalið seinastu tríggjar undankappingarnar er beint undir tíggju, tí í 2020 fingu Føroyar níggju stig í seks dystum. Samanlagt hava seinastu árini harvið verið góð, hvat stigum viðvíkur á U21-landsliðnum.
Áki Samuelsen í javnleikinum móti Serbia í 2021. HB-spælarin hevur spælt nógvar dystir - og hevur verið við at fingið nógv stig - síðani á heysti 2020, tá hann gjørdist yngsti U21-spælarin nakrantíð fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
Stigametið frá 2009-2010 stendur tó enn. Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen vóru venjarar, tá Føroyar vunnu á Lettlandi, Andorra - og Russlandi (Jóan Símun Edmundsson gjørdi sigursmálið). Javnleikir komu eisini til høldar móti Moldova og Andorra. Hetta gav 11 stig í tíggju dystum.
Nøkur eitt sindur lakari ár vóru, har talið av liðum í bólkunum fór niður. U21-landsliðið hevur tó gjøgnumgangandi og javnan hótt væl størri tjóðir í nógvum dystum - og eisini fingið nógv flott stig. Í 2017-2018 vóru millum annað tveir javnleikir móti Póllandi, og liðið við fleiri núverandi A-landsliðsspælarum fekk sjey stig undir Eli Hentze.
Í níggju undankappingum higartil hevur miðaltalið verið gott, tá man hugsar um støðuna hjá Føroyum í altjóða fótbólti. U21-landsliðið hevur givið fótbóltsáhugaðum og føroyingum sum heild nógvar góðar løtur - næsta ár fara Eyðun Klakstein og ein nærum heilt nýggjur bólkur av leikarum undir nýggjar avbjóðingar.
U21-undankappingar:
EM 2025: 10 stig
EM 2023: 10 stig
EM 2021: 9 stig
EM 2019: 7 stig
EM 2017: 1 stig
EM 2015: 4 stig *
EM 2013: 3 stig *
EM 2011: 11 stig
EM 2009: 4 stig
* Spældu bert átta dystir í hesum báðum undankappingunum - í hinum var talan um tíggju dystir
Miðaltal: 7,5 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Útsetti dysturin móti B36 á Eiðinum endaði 2-1. Ein sigur seinastu tvey umførini er í øllum førum nóg mikið at tryggja fyrstu uppflytingina til Betrideildina í tíggju ár
FC Suðuroy er nú heilt nær við at tryggja uppflyting til Betrideildini eftir at liðið leygardagin basti B36.
Talan var um útsettan dyst, tann triðseinasti hjá báðum. Um B36 hevði vunnið, so hevði tað verið heilt sannlíkt, at bert eitt lið flutti beinleiðis upp, og at FC Suðuroy skuldi stríðst hart við TB og kanska B71 eisini um plássið.
Ístaðin nærum tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting. B36 gjørdi sjálvmál í 25. minutti, og í 39. minutti økti Salmundur Bech til 2-0. Heimaliðið var omaná í 1. hálvleiki men beint fyri steðgin minkaði Mattias Weihe Joensen til 2-1.
Tað endaði eisini 2-1 á Eiðinum. Harvið hevur FC Suðuroy nú fýra stig niður til 3. plássið, sum er minsta mark í mun til beinleiðis uppflyting, og fimm stig niður til TB á 4. plássinum. Um TB ikki yvirhálar grannarnar seinastu tvey umførini, so flytir FC Suðuroy beinleiðis upp - B71 kann so at siga ikki fáa liðið hjá Pól Thorsteinsson aftur.
Støðan í næstbestu mansdeildini, nú tvey umfør eru eftir at spæla:
Víkingur II 48 stig
FC Suðuroy 44 stig
B36 II 40 stig
TB 39 stig
B71 38 stig
AB 36 stig
NSÍ II 31 stig
KÍ II 30 stig
FC Hoyvík 19 stig
HB II 12 stig
FC Suðuroy flutti upp úr 2. deild í fjør, og harvið er talan um flott avrik hjá felagnum, sum ikki - sjálvstøðugt - hevur verið í Betrideildini síðani 2015. Í 2017 og 2018 var tað saman ið TB og Royn.
Ein sigur afturat, so er FC Suðuroy aftur í Betrideildini. Tað er eisini nóg mikið við 44 stigum, um TB, B36 og B71 ikki øll fáa fult seinastu tvey umførini.
Komandi dystir, allir verða spældir í dag, leygardagin, kl. 15.30:
NSÍ II - Víkingur II
B71 - HB II
TB - KÍ II
AB - FC Suðuroy
B36II - FC Hoyvík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024
Talan verður um eina bót á 5.000 krónur, sum TB skal rinda
Eftir hoyringar og nógvar metingar í farnu vikun er Kappingarnevndin komin fram til, at eingin umdystur verður við Stóra: At eingin ítróttarlig avleiðing verður fyri TB vegna fjórðu útskiftingini í fjórða steðginum.
Sí eisini: TB gjørdi ólóliga útskifting í yvirtíðini
Heldur verður talan um eina bót á 5.000 krónur, hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri.
Feløgini fingu leygardagin avgerðina. Eftir hetta høvdu feløgini fimm samdøgur at kæra, og tað er á Sandoynni, at størri hugurin er til tess - B71 vildi hava nýggjan dyst vegna útskiftingina.
Sum skilst eru nógvar grundgevingar í úrskurðinum fyri, hví støðan ikki skal hava nýggjan dyst við sær. Fordømi eru eisini uttanlands.
Í Suðuroynni er man helst lættur um, at støðan - har árvakni hjá dómaratoyminum umframt bonkinum hjá TB ikki var nóg stórt - ikki kostar á stigatalvuni.
Sigurin á B71 merkir, at TB nú er frammanfyri, bert eitt stig frá beinleiðis uppflyting og í løtuni liggur til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti nummar 9 í Betrideildini.
Tað var í dystinum millum liðini leygardagin 5. oktober, at TB í 96. minutti skifti út fyri fjórðu ferð - spælarin nart ikki við bóltin teir 2-3 minuttirnar, hann var á vøllinum. Eitt lið hevur loyvi at gera fimm útskiftingar, men tað ber ikki til at nýta fleiri enn tríggjar steðgir - útyvir hálvleikssteðgin.
Hetta gjørdi TB av óvart, og dómaratoymi forðaði tí ikki. Umsitingarliga mistakið ger tó ikki, at stig fara av kontuni hjá TB, og at nýggi dystur skal spælast - ikki uttan so at kæra kemur ini, og at nýggj støða verður tikin útfrá henni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2024
KÍ og danski málverjin, Mark Fabricius Jensen, hava skrivað undir tvey ára sáttmála, ið er galdandi til og við kappingarárið 2026
KÍ hevur fingið teir fyrstu leikararnar til leikaralistan í 2025 upp á pláss. Spælarar sum Odmar Færø, Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen hava undanfarnu árini skrivað sáttmála fyri fleiri ár, og seinastu tíðina hava fleiri longt.
Umframt Claes Kronberg, Árna Frederiksberg og toppskjúttan, Páll Andrasson Klettskarð, hevur danski málverjin, Mark Fabricius Jensen, longt sín sáttmála til kappingarendan í 2026.
Mark kom til KÍ síðsta, eftir at hava spælt við norska felagnum Start.
Mark F. Jensen til venjing á Tórsvølli undan evropeiskum dysti. Hann tók skjótt yvir hjá Ara í Haraldsstovu Petersen og hevur víst eitt gott stig, sum kappingarárið er liðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Við heimasíðuna hjá KÍ sigur 27 ára gamli málverjin soleiðis, um hví hann hevur valt at longt avtaluna við KÍ:
- Høvuðsorsøkin til eg havi valt at framleingja avtaluna við KÍ er, at eg haldi meg hava verið í eini góðari gongd og gjørt framstig hetta kappingarárið. Tað gevur mær áræði til at avrika enn betri, so eg kann gera mítt til, at vit í KÍ fáa meir burtur úr næsta ár. Tað skal eisini sigast, at vit sum familja hava kent okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík.
Mark hevur spælt 30 dystir fyri teir kongabláu í Klaksvík. Átta av teimum dystunum eru altjóða dystir.
U21-landsliðsmálverjin Ari í Haraldsstovu Petersen hevur eisini sáttmála við KÍ í 2025 og 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
29-ára gamli danin, sum skiftir úr B36, fer í fulltíðarstarv og avloysir Tór-Ingar Akselsen
07 Vestur hevur sett 29 ára gamla danan, Martin Wood, í fulltíðarstarv sum hjálparvenjari hjá liðnum í Betrideildini.
- Martin, sum áður hevur staðið á odda fyri at leiða 1. deild hjá B36 upp í toppin, kemur við drúgvum royndum og vitan, ið fer at styrkja okkara hóp munandi.
Martin Wood verður ikki "bert" hjálparvenjari. Felagið skrivar, at hann verður eisini knýttur at teimum yngru leikarunum, har hann skal virka sum eitt slag av transitiónvenjara.
- Hetta merkir, at hann fer at tryggja, at okkara ungu evnaríku leikarar fáa tann stuðul og vegleiðing, teimum tørvar, fyri at taka næsta stigið og gerast partur av Betri-hópinum.
Martin Wood hevur áður arbeitt saman við Dan Brimsvík.
- Vit vilja hava eitt spennandi og mennandi venjingarumhvørvi, og her passar Martin væl inn. Hann er Martin er nærlagdur, arbeiðssamur og dugir væl við einstaka leikaranum - nakað sum verður vektað høgt, sigur høvuðsvenjarin
Martin hevur gjørt tvey ára sáttmála við 07 Vestur. Hann avloysir Tór-Ingar Akselsen, sum hevur verið hjálparvenjari síðani 2020.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2024
Helga Mikkelsen avgjørdi seint í dystinum móti HB. Harvið er fyrsta føroyameistaraheitið hjá NSÍ-kvinnunum við yvir 99 prosent vissu komið í hús. Eitt umfar restar í
Undanfarna vikuskiftið var tað steypafinalusigur á Tórsvølli, og sunnudagin so gott sum tryggjaði NSÍ sær føroyameistaraheitið.
Helga Mikkelsen og Evelin Mastropasqua løgdu NSÍ á odda fyrra hálvleiki, og tað mesta sá út til at rigga hjá heimaliðnum.
Um tað vóru "gummibein", sum sníktu seg ikki, kann ikki staðfestast, men HB skoraði í øllum førum tvey mál upp á átta minuttir.
Talan gjørdist tó ikki um týðandi stigamiss, sum fekk KÍ við í FM-stríðið aftur. Hetta tí at 17-ára gamla Helga Mikkelsen í 87. minutti sló til aftur.
Sigurin kom í Betrideildardysti nummar 200 hjá venjaranum, Allan Dybczak.
3-2 og NSÍ er so gott sum føroyameistari hjá kvinnum á fyrsta sinni. Hetta tí at trý stig eru niður til KÍ, nú eitt umfar er eftir, og at NSÍ er 13 mál betri í málúrttøku.
KÍ vann 3-0 á Víkingi sunnudagin, men skal vinna við helst nakað yvir tíggju málum á HB í dag, samstundis sum NSÍ skal tapa í Sarpugerði. Harvið fer føroyameistaraheitið helst úr Klaksvík til Runavíkar.
Næstseinasta umfar í Betrideildini hjá kvinnum
Sunnudagin 13. oktober
NSÍ - HB 3-2 (2-0)
12' 1-0 Helga Mikkelsen
30' 2-0 Evelin Mastropasque (Julia Naomi Mortensen)
61' 2-1 Rebekka Benbakoura (Lý Djurhuus)
69' 2-2 Fridrikka Clementsen (Sunniva Willemoes)
87' 3-2 Helga Mikkelsen (Mirjam Huneck)
KÍ - Víkingur 3-0 (2-0)
13' 1-0 Eyðvør Klakkstein (Tóra Mohr)
23' 2-0 Malena Olsen (Jórun Patawary)
91+' 3-0 Tóra Mohr (Tórunn Joensen)
Seinasta umfar, báðir dystirnir verða spældir í dag, leygardagin, kl. 12.30:
Víkingur - NSÍ
HB - KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2024
John Eystberg brúkar umleið 25 tímar um vikuna - nærum alla sína frítíð - at venja og skipa fyri gentu- og kvinnufótbólti í HB: At betra um venjingarumstøðurnar og at skapa trivna fyri leikararnar
Tá árliga UEFA Grassroots Week var, vórðu limalondini í UEFA biðin um at skjóta upp eina sonevnda "grasrótarhetju". Ein einstakling, sum hevur givið sítt íkast til fótbóltsumhvørvi í landinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
Heldur óvæntað tekur 51-ára gamli týskarin við eftir Gareth Southgate. Hetta hendir 1. januar og er sáttmálin í fyrstu syftu galdandi til og við HM-endaspælið í 2026
Tað verður maðurin, sum vann Champions League við Chelsea í 2021, ið skal royna at leiða "Tær tríggjar leyvurnar" til fyrsta stóra steypið síðani HM í 1966.
Fyrrapartin mikudagin kunngjørdi enska fótbóltssambandið, FA, Thomas Tuchel sum nýggjan venjara.
Stutt eftir EM-finaluna í Berlin í summar, steðgaði Gareth Southgate í starvinum. Hann hevði tá staðið á odda í útvið átta ár. Síðani hevur Lee Carsley verið fyribils høvuðsvenjari.
Gareth Southgate leiddi Ongand til tvær EM-finalur - men tapti báðar (Mynd: EPA)
Tað verður Carsley eisini til seinastu Nations League-dystirnar í november. 1. januar tekur Thomas Tuchel, sum fyrr í ár varð uppsagdur í Bayern München, við.
51-ára gamli týskarin hevur áður stjórnað Mainz, Borussia Dortmund, PSG, CHelsea og so Bayern. Hann hevur ongantíð áður verið venjari á landsliðsstøði.
Thomas Tuchel var venjari, tá Chelsea vann Champions League í 2021 við finalusigri á Manchester City.
Hansara setan er úrslit av "drúgvum og gjøgnumførdum arbeiði" hjá einari enskari setanarnevnd. Leiðaraevnini, sum hann millum annað vísti í stjórnarleoysinum hjá Chelsea hava verið týðandi her, halda bretskir miðlar.
Onglendingurin Anthony Barry tekur við sum hjálparvenjari. Hann hevði stórt álit hjá Tuchel í Chelsea, og fór síðani við til Bayern.
Teir byrja í 2025 og uppgávan eitur HM 2026 - í fyrstu syftu í øllum førum. Sáttmálin millum FA og Thomas Tuchel er ikki longur enn 18 mánaðar.
Tuchel verður triði útlendski venjarin, eftir Sven-Göran Eriksson og Fabio Capello, sum skal stjórna enska manslandsliðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Marita Mortensen, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Zachariassen-tvíburðarnir eru aftur í hópinum, nú EM-úttøkan nærkast. 23 spælarar savnast mánadagin
Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið í hondbólti aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel og harvið týðandi venjingar.
- Umframt vanliga venjing verður mental- og styrkivenjing á skrá, og hartil onkur skúlavitjan, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Liðið hevur fyrstu venjingina saman mánakvøldið og endar leygardagin við einum venjingardysti.
23 spælarar savnast. Harav eru 13, sum til dagliga spæla uttan fyri landoddarnar. Fýra teirra eru aftur í A-landsliðhøpi fyri fyrstu ferð í eina tíð - allar spæla í næstbestu donsku deildini:
Talan er um Maritu Mortensen, Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Zachariassen-tvíburðarnir. Lív og Vár hava báðar havt langtíðarskaða,
Til samlingina eru hesir leikarar úttiknir:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
18 spælarar eru úttiknir til tveir teir fyrstu undankappingardystirnar: Kosovo á Hálsi 6. november og Ukraina í Vilnius 10. november. Aleksandar Lacok er annar av málverjunum - allir í hópinum spæla uttan fyri Føroyar
Í mun til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedonia í mai, eru ikki so nógvar broytingar í landsliðshópinum.
Málverjin Nicholas Satchwell er langtíðarskaddur, og ístaðin er 20-ára gamli Aleksandar Lacok - vansliga nevndur Sasha - úttikin sum makkari/kappingarneyti hjá Paula Jacobsen. Sasha spælir nú við Lugi í næstbestu svensku deildini. Hann er valdur frammum Tórð Skorheim Guttesen úr Kyndli, sum var triðji málverji fyrr í ár - tá Satchwell var tøkur.
Aleksandar "Sasha" Lacok spældi eina rúgvu av U-landsdystum fyri Føroyar. Nú tekur málverjin, ið er skiftur úr Neistanum til svenskan hondbólt, stigið upp (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Á vinstra vongi avloysir Rói Berg Hansen Janus Dam Djurhuus. Fyrrnevndi spælir annars í einari deild lægri enn Janus í Danmark, men Køge er í oddinum, og royndi vongurin úr Havn er komin fyri seg eftir at millum annað strongd rakti tíðliga í ár - tí var Rói ikki tøkur til avgerandi HM-dystirnar.
Sí eisini: - Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur
Bjarni í Selvindi kann hesaferð fáa ein leiklut. Hann skorar eisini nógv mál fyri Val - í Íslandi og í evropeiskum dystum. Jónas Gunnarson Djurhuus sleppur ikki framat hesaferð heldur.
Helgi Hildarson Hoydal er skaddur í alboganum, og tí er tað púra nátúrligt, at Ísak Vedelsbøl avloysir hann. Harvið spæla allir í hópinum uttanlands til dagliga. Sterki 20-ára gamli strikuspælarin er nú í Sävehof.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2024
PAOK fer at geva hovyíkskvinnum nógv meira høvuðbrýggj enn mótstøðuliðið av Kýpros í síðsta umfari. Dystirnir verða spældir í november - tað er ikki greitt enn, um talan verður um heimadyst og útidyst
Síðsta vikuskifti vann H71 samanlagt 91-35, ja við 56 málum, í 2. umfari í European Cup.
Kypriotiska meistaraliðið, Latsia, var eingin mótstøða á hesum stignum, men líknandi fær H71 ikki í næsta umfari.
Lutakast hevur verið til 3. umfar. Tað háttaði seg so, at hoyvíksvinnur skulu spæla móti PAOK úr Grikkalandi.
Talan er um eitt lið úr væl sterkari deild enn Latsia - eitt felag sum sendi sveisiska liðið Spono Eagles út í seinasta umfari. Spono Eagles var eitt av liðunum, sum H71 sendi út í 2021. Hoyvíkskvinnur vunnu tá fyrra dystin men taptu tann seinna - báðir vórðu spældir í Føroyum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað er ikki greitt enn, um talan verður um heimadyst og útidyst. Í teimum fyrstu umførunum í European Cup avráða feløgini odta, at spæla báðar dystirnar á einum staði eitt vikuskifti. Í slíkum støðum rindar heimaliðið til dømis fyri gisting. Nú fara føroyska og grikska felagið helst skjótt at umrøðða støðuna, og um dystirnir skulu spælast 9 og 10. november ella eina viku seinni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Ógvuliga ring útlit fyri víðari luttøku eftir fyrra dystin móti SSV Brixen. Liðini spæla aftur í kvøld
Við einum ógvuliga ungum liði og báðum dystunum á útivølli, var ikki so nógv sum bendi á, at H71 fór at spæla seg víðari móti SSV Brixen.
Italska felagið hevur veruliga profilar - serliga í álopsspælinum - og koppaði VÍF í tveimum dystum í Føroyum í fjør.
Tað eydnaðist heldur ikki hoyvíkingum at veruliga bjóða av í Brixen hóskvøld:ið Tað endaði 40-33.
Í steðginum var 20-14, og H71 fekk ikki justerað verjuna nóg væl ella neyðugu bjargingarnar til, at dysturin skuldi gerast spennandi. Heimaliðið skeyt eisini 40 mál í 2. hálvleiki og er stórfavorittur at spæla seg víðari.
Álopsparturin var meira jaligur hjá H71, hóast man ikki var heilt nóg effektivur. Blaðungi Jákup Egholm á vinstra vongi, ið eisini skýtur brotskøst, var toppskjútti hjá útiliðnum. Jón Rói Mohr Høgnesen á hinum vonginum og Rókur Ziskason skoraðu seks mál hvør.
H71 og SSV Brixen spæla aftur - í somu høll - í kvøld, leygarkvøldið klokkan 18 føroyska tíð.
European Cup 2. umfar -fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 17. oktober
SSV Brixen - H71 40-33 (20-14)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2024
Heimaliðið gjørdi eitt hál seint í 1. hálvleiki, men fyrsta løtan í 2. hálvleiki kostaði helst víðari luttøkuna. Westwien vann 29-22 í Vestmanna - liðini spæla aftur í somu høll í kvøld
Tað gekk striltið hjá báðum liðunum at skora fyrstu løtuna. Talan var um ein dyst, har ein málverji hjá hvørjum liði hevði 14 bjargingar. Tað at Mladen Mjeimacka stóð væl, bjargaði tó ikki VÍF, tí teirra skoteffektivitetur var væl minni - skoraðu uppá undir helmingin av sínum skotum.
VÍF skoraði annars trý tey seinastu málini fyri steðgin. 13-13 í hálvleikinum og gott hondbóltshuglag á mongu heimaáskoðarunum.
Dánjal Ragnarsson skoraði fyrsta málið eftir steðgin, og Mladen og verjan stóðu væl fyrstu minuttirnar. Men so komu steypavinnararnir úr Eysturríki av álvara í gongd: Handball Westwien skoraði sjey mál uppá seks minuttir, 14-20, og so varð tað tungt hjá VÍF.
Samanlagt skoraði VÍF bert níggju mál eftir steðgin. Munurin var sjey mál, tá samanum kom, og harvið skal liðið hjá Inga Olsen gera heilt nógv rætt í morgin, um tað skal gerast spennandi aftur.
Talan er um eitt mótstøðulið úr góðari deild við nógvum streingjum at spæla uppá, góðum fysikki og harvið sterkari verju, umframt málverja. VÍF fekk tað ikki í nóg stóran mun at hanga saman yvir ein heilan dyst - serliga í álopinum.
Liðini spæla seinna dystin í kvøld, leygardagin 19. oktober, klokkan 19. Spælt verður aftur í Høllini í Vestmanna. VÍF skal vinna við minst sjey málum fyri at hava møguleika fyri at koma víðari.
European Cup 2. umfar - fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum
Fríggjadagin 18. oktober
VÍF - Handball West Wien 22-29 (13-13)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
NEVZA U17 bonsudystur, dreingir, Føroyar - Svøríki 0-3 (22-25, 26-28, 22-25)
Tað eydnaðist ikki føroysku U17 dreingjunum í flogbólti at vinna bronsuna, men Svørík fekk tó skarpan gang, og í triðja setti vóru Føroyar á odda við sjey stigum, 11-4.
Svøríki javnaði tó til 14-14, og fór framum 20-16. Føroyar vunnu tá fýra bóltar á rað og javnaðu til 20-20. Svøríki gjørdi so tað sama - vann fýra stig á rað - og legði seg á odda 24-20 og vann settið 25-22 við triðja settbóltinum - og harvið gjørdist bronsan svensk.
Men eisini í hinum báðum settunum høvdu Føroyar staðið seg væl - serliga í øðrum setti, sum skuldi út í umbóltar, áðrenn Svøríki vann 28-26.
Í fyrsta setti var javnt til 9-9, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og Svøríki fór framum 16-10 og 19-12. Men við seks stigum á rað minkaðu Føroyar um munin til 18-19. Svøríki helt seg tó frammanfyri og vann 25-22 við triðja settbóltinum.
Sostatt vann Svøríki bronsu, og Føroyar gjørdust nummar fýra í kappingini, Ongland nr. 5 og tey bæði donsku liðini nr. seks og sjey.
Leiðin hjá føroysku U17 dreingjunum í bronsufinaluna:
Føroyar - Ongland 3-2 (18-25, 25-21, 25-21, 21-25, 15-12)
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-23, 26-24, 25-15)
Føroyar - DanmarkHvítt 3-0 (27-25, 29-27, 25-18)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
Føroyameistararnir vunnu fyrsta setti í fyrra dystinum men taptu hósdagin 3-0 fyri Reshetylika
Ukrainska mótstøðuliðið var, sum væntað, ov sterkt til at tað gjørdist heilt spennandi samanlagt í Klaksvík.
Samanlagdi vann Reshetylika 6-1 yvir tveir dystir móti føroyameistarunum í mansflogbólti, Mjølni.
Mjølnir byrjaði annars røðina við at vinna fyrsta setti 25-22 og bjóðaði væl av eina løtu í 2. setti.
Útiliðið vann tó fyrsta dystin 3-1, og í seinna dystinum hósdagin gekst verri hjá Mjølni fyrstu løtuna. Heimaliðið tapti fyrsta setti stórt (13-25), áðrenn tvey tey næstu settini vóru tættari.
Heimaliðið royndi, men ukrainar vóru omaná (Myndir: Mjølnir)
Reshetylika vann tó 25-20 og 25-21 og harvið 3-0. Ukrainska liðið heldur fram í Challenge Cup - Mjølnir skal aftur hugsavna seg um føroysku kappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2024
Soleiðis verður næstu trý árini, boðar Flogbóltssamband Føroya frá. Ársins kapping verður Í døgunum 25. oktober til 27. oktober í høllini á Hálsi
Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingini fyri gentur og dreingir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Tapti finaluna í Hillerød móti íslendingi, men eins og undanfarin ár kom Tórshavn Boksing aftur av stevnuni við heiðursmerki. David Kunoy og Teitur Annand Berg vóru eisini í nevaleiki í stóru altjóða kappingini
Tríggir av bestu nevaleikarunum hjá Tórshavn Boksing kappaðust farna vikuskiftið í Hillerød. Talan var um stóru altjóða boksikappingini HSK Cup
520 boksarar úr 14 ymiskum londum luttóku - David Kunoy, Teitur Annand Berg og Karstin Ljósstein vóru umboðini hjá Føroyum og Tórshavn Boksing.
David boksar í weltervekt-flokkinum millum 63,5 og 67 kilo. Teitur boksar í lættvekt millum 57 og 60 kilo og Karstin boksar í lætt veltervekt, sum er 60 til 63,5 kilo.
David, Karstin og Teitur (Mynd: Tórshavn Boksing)
David og Teitur eru elitu-boksarar. Báðir taptu sínar dystir leygardagin og komu harvið ikki til finaluumfarið.
Teitur Annand Berg hevði ein ógvuliga tættan dyst móti donskum mótsstøðumanni, har havnarmaðurin boksaði ein av sínum allar bestu dystum. Danin vann tó upp á stig - við einari "split decision" sum merkir, at dómararnir vóru ósamdir. Tórshavn Boksing helt eisini, at Teitur átti at vunnið, og eftir dystin samdust partarnir um, at teir áttu tikið ein umdyst í Føroyum, tí tað var so tætt og gott fyri báðar partar.
David Kunoy vann í fjør gull í kappingini við sigri á einum belgiskum boksara. Farna vikuskifti hitti hann ein niðurlending, sum tó var í so sterkur, hóast David bjóðaði av í 2. og 3. umfari. Tørvur er helst at kappast meira uttanlands fyri millum annað at fáa røttu sparringina, staðfestir Tórshavn Boksing.
Karstin Ljósstein boksar í U19 við hjálmi. Hann stríddi seg leygardagin í finaluna við sigri á stríðsmanni úr Malmö. Sunnudagin noyddust Karstin og hinir føroyingarnir tó at sanna, at íslendski mótsstøðumaðurin var ov sterkur á degnum. Talt var yvir Karstin nakrar ferðir, tí dómarin metti, at hann fekk so hart slag. Karstrin var tó standandi á beinunum, men beint áðrenn tíðin rann út, støðgaði dómarin dystinum, og íslendingurin varð útróptur sum vinnari.
Íslendskt umboð og føroyskt umboð í U19-finalu á Norðursælandi (Mynd: Tórshavn Boksing)
Nøgdsemi er í venjaratoyminum hjá nevaleiksfelagnum í Havn við avrikið hjá Karstini, sum ikki hevur so nógvar altjóða royndir sum hinir.
Hetta var triðju ferð, at Tórshavn Boksing luttók til stóru altjóða stevnuna í Hillerød - og og triðju ferð at teir komu heim við heiðursmerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Hóast harða mótstøðu frá einum av føroysku billardveteranunum, Sonhard Johannesen, eydnaðist tað Ólavi Kjølbro at vinna Haldor Holm Cup í Klaksvík leygardagin. Seinast Ólavur vann kappingina var í 2002
Stórur spenningur var undan hesi 34. Haldor Holm Cup kappingini í Klaksvík, nú fleiri av landsins bestu spælarum høvdu bjóðað seg fram, teirra millum fleiri fyrrverandi vinnararar eins og føroyameistarar í billard. Ilt var tí eisini at fáa eygað á ein tryggan vinnara, nú fimm ymsir spælarar hava vunnið kappingina seinastu árini.
Kortini vóru fleiri boð uppá ein vinnara, eitt nú Páll Heri Nolsøe, sum vann kappingina í fjør eins og at vinna FM heitið fyri einstaklingar eisini. Eisini vóru fleiri aðrir sterkir spælarar við so sum Kristian Suni Høgnesen, Jógvan Jørgensen, Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen.
Sonhard Johannesen gjørdist nummar tvey (Mynd: Heri Signar Nolsøe)
Veruligur spenningur kom í kappingina, tá ein av teimum gomlu og royndu billardspælarunum í Klaksvík, Sonhard Johannesen, tók øll á bóli við at vinna á tveimum av billardrisunum, Páll Hera Nolsøe og Kristian Suna Høgnesen.
Kappingin er eitt slag av cup-skipan, har tapari frá byrjan sleppur ikki at halda fram, í mun til gomlu skipanina, har vunnin stig gera av, hvør sleppur víðari. Sostætt vóru skjótt fleiri góðir spælarar sorteraðir frá, meðan aðrir sluppu víðari gjøgnum nálareygað. Ein teirra var Sonhard Johannesen, sum ongantíð áður hevur vunnið júst hesa kappingina, tó at hann hevur verið føroyameistari bæði fyri lið og einstaklingar áður.
Sonhard tók øll á bóli, tá hann vann á seinasta vinnaranum av Haldor Holm Cup, Páll Hera Nolsøe av Tvøroyri. Og ikki nokk við tað. Sonhard megnaði eisini at syfta sjeyfalda vinnaranum av Haldor Holm Cup, Kristian Suna Høgnesen, og beindi sær harvið pláss í finaluna, har hann møtti eina tí besta føroyska billardspælaranum í løtuni, Ólavi Kjølbro. Ólavur setti beina kós móti finaluni, tá hann vann greitt á Urbanus Olsen.
Hóast Ólavur sjáldan letur nakran koma nær námind sínum trygga og neyva spæli, helt Sonhard fram við sínum góða spæli, og feldi keylur aftur og aftur stóran part av finaluumfarinum, men tá avtornaði var Ólavur tann betri av teimum báðum, og kundi harvið tryggja sær sítt annað Haldor Holm Cup heitið. Tað skuldu tó ganga 22 ár síðani hann vann hetta heitið fyri fyrstu ferð.
Ólavur gjørdi vart við seg í 2002, tá hann vann Haldor Holm Cup. Síðani hevur hann verið í Danmark, men eftir at hann kom heimaftur fyri nøkrum árum síðani, hevur hann vunnið tað mesta, sum vinnast kann. Hann hevur verið við til at vinna FM fyri lið, FM fyri einstaklingar og nú Haldor Holm kappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2024
Sjey føroyingar eru millum teir 75 lyftararnar í NM kappingini - hetta er fyrstu ferð, at NM í vektlyfting er í Føroyum
Bylgjan við Løkin í Runavík og Føroya Styrkisamband bjóða hetta vikuskiftið til spennandi og forkunnuga kapping í olympiskari vektlyfting. Norðurlendska meistarastevnan verður tá fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum.
Føroyingarnir smæðast ikki burtur ímilum teir 75 úr øllum norðurlondum.
Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og Sofus Bech fara øll at gera sítt ítarsta og vóna, at nógvir áskoðarar koma at stuðla. Ókeypis atgongd er til kappingina
Olympisk vektlyfting er spenningur í hásæti
Kappingar í vektlyfting eru altíð spennandi, har ið tann sera konsentreraði lyftararin gongur fram ímóti vektstongini og upp á eitt splittsekund miðsavnar allan sín smidleika, skjótleika, snildir, megi og royndir fyri at fáa stongina í strektar armar yvir høvd. Og halda javnvágina.
Fleiri av norðurlendsku luttakarunum hava longu gjørt um seg á altjóða pallinum og hava vunnið heiðursmerki við bæði EM og HM.
Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð í NM í 2022. Nú verður tað á heimavølli, og stuðulin frá áskoðaraplássunum kann verða síðsta skumpið og eggjanin, ið skal til fyri at tryggja eitt føroyskt pláss á heiðursmerkjapallinum.
Hvat er olympisk vektlyfting?
Olympisk vektyfting er tvey ymisk lyft: Trekk (snatch) og stoyt (clean and jerk). Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjum lyfti: Seks lyft íalt. Tann, ið lyftir mest samanlagt (tveykampur), er vinnari. Lyftini krevja neyvleika og tamarhald, og ofta eru millimetrar avgerandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2024
18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, hevur nú yvirhálað bæði John Rødgaard og Rógva Egilstoft á føroyska landsliðnum, og hevur otað seg fram á triðja plássið á føroyska styrkilistanum.
Fyri frálíka OL-úrslitið, ið eisini tryggjaði honum ein IM-norm, forvinnur Luitjen Akselsson Apol í alt 111 ratingstig. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft ganga eisini fram við ávíkavist tíggju og tólv stigum. Høgni tryggjaði sær sum kunnugt heitið sum altjóða meistari (IM) á OL.
Stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, gongur tíggju stig aftur, og John Rødgaard gongur fimtan stig aftur.
Føroyar standa nummar 76 av teimum 203 londunum, ið skrásett eru á yvirlitinum hjá altjóða talvsambandinum FIDE. Útrokningin er grundað á miðaltalið hjá fremstu tíggju telvarunum í hvørjum landi. Í OL-kappingini í Ungarn herfyri endaðu Føroyar nummar 52 av 188 londum.
Snópisliga tapið hjá Helga Dam Ziska í fyrsta umfari, tá hann gloymdi klokkuna í vunnari støðu í dystinum móti Santa Lucia, kostaði honum tey tíggju stigini, ið hann nú gekk aftur. Hann er kortini stavnin undan sterkasta íslendinginum, Vignir Vatnar Stefansson, sum við styrkitalinum 2541 er hálvthundrað ratingstig fremri enn hin næstbesti av íslendsku stórmeistarunum.
Niðanfyri sæst hvørjir okkara fremstu tíggju telvarar eru. Nevnast kann, at John Arni Nilssen, sum er altjóða meistari, er gliðin av listanum, sama er Olaf Berg. Hevur tú einki kappingartalv telvað í eitt ár, glíður tú av listanum. Soleiðis eru FIDE-reglurnar. Talið stendur kortini, og so títt og knapt, at tú aftur er virkin, ert tú aftur á listanum.
Nakrir á føroyska topp 10 listanum búgva og telva í Danmark. John Rødgaard situr á 1. borði hjá Esbjerg Skakklub í næstbestu donsku deildini, Jóan Hendrik Andreasen telvar við Brønshøj Skakforening, stundum í bestu deildini, Skakligaen. Hartil er Flóvin Tór Næs álitið hjá Haslev Skakklub, sum telvar í lægri deild.
Í styrkilistunum, sum tey tíggju virknu talvfeløgini í Føroyum hava latið Talvsambandinum, nú landskappingin er byrjað, sæst, at í alt 358 telvarar eru virknir í Føroyum í løtuni. Tá eru ikki øll børnini, sum telva, íroknað.
10 teir bestu (oktober 2024)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2389
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 2330
4. Rógvi Egilstoft, ST 2290
5. IM John Rødgaard, VT 2258
6. Martin Poulsen, HT 2258
7. Ólavur Simonsen, KTF 2195
8. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2189
9. Flóvin Tór Næs, HT 2186
10. Carl Eli N. Samuelsen, HT 2184
Landskappingin byrjað
Farna vikuskiftið vóru dystirnir í fyrsta umfari í liðkappingini telvaðir í 1.- 2.- og 3 deild. Kappingin í 4 deild byrjar seinni.
1 deild:
HT (1) - HT (2) 4-0
KTF (1) - KTF (2) 3½-½
KT - ST 1-3
Hvørgin av OL-telvarunum hjá Havnar Telvingarfelag, Helgi Dam Ziska og Luitjen Akselsson Apol, vóru við. A-liðið hjá Havnini gjørdi bart móti B-liðnum. Á liðnum vóru Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson, Hjalti Toftum Jógvansson og Herluf Hansen.
A-liðið hjá klaksvíkingum gjørdi eisini bart í innanhýsis dystinum móti Klaksvík B. Manningin á A-liðnum var Ólavur Simonsen, Rani Baldursson, Heðin Gregersen og Terji Petersen.
Sandavágsmenn vunnu greiðan sigur á uppflytaranum úr Kollafjarðar Talvfelagi. Rógvi Egilstoft var ikki við. Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen vunnu, men á 4 borði hjá Kollafirði vann unglingin Markus Jacobsen á fleirfalda føroyameistaranum Torkil Nielsen.
Telvað verður aftur í landskappingini 27. Oktober. Dystirnir í 1 deild í 2 umfari eru hesir:
Sandavágur - Havnin (2)
Klaksvík (2) - Havnin (1)
Kollafjørður - Klaksvík (1)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2024
Toftamaðurin helt stóra dagin í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði í gjár
Fríggjadagin 18. oktober fylti Jákup Mikal Mikkelsen, Toftir, 100 ár.
Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. oktober 1924. Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði, og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum.
Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. Eitt hálvt ár, áðrenn hann var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har skipið Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg.
Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin. Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum.
Jákup Mikal og Nina fingu seks børn: Kára (1949 – 2004), Hanna (1951 – 2021), Jákup (1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969).
Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali.
Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini Elsu. Fyrsti túrurin var til Grønlands. Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn.
Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík.
Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. Frá 1947 – 1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór upp á skúla.
Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi.
Jákup Mikal var sjómaður í útvið 50 ár. Tá ið hann legðist upp, fór hann at arbeiða á Nyki. Hetta gjørdi hann, til virkið lat aftur í kreppuni í 1992.
Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum. Tá ið Undirhúsið á Toftum lat upp í 2012, gjørdist hann dagligur gestur har og fekk nógvar góðar vinir. Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur fúsur, tá ið menninir í Undirhúsinum hava sungið til ymisk høvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald