![](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/07/2000x873/1738940208pqheco07vo.webp?ver=1)
![](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/02/07/2000x873/1738940208pqheco07vo.webp?ver=1)
Leygardagur 08. februar 2025 | Nr. 6 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 25
SíÐa 3
SíÐa 2
SíÐa 50
SíÐa 15
SíÐa 35
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Eftir at hava hildið fimm tingfundir síðan jólaferiuna, er Føroya Løgting nú farið í vetrarferiu, og hittist ikki aftur fyrr enn í aðru viku.
Og sum skilst verður tá endiliga málið um umskipan av løgtingsnevndunum tikið upp – væntandi mikudagin 19. februar.
Ein ávísur spenningur er um hetta mál. Tí hetta snýr seg um at fáa sett fráfarnu landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum inn á rætta pláss í stigveldinum (hierarkinum) hjá Javnaðarflokkinum.
Ingilín D. Strøm gjørdi eitt framúr gott val seinast, og kom inn sum nummar fimm á toppskoraralistanum til seinasta løgtingsval við 787 atkvøðum. Einans floksforfólkini Aksel V. Johannesen, Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Ruth Vang fingu fleiri persónligar atkvøður.
Tað var tí ein politikari við tyngd, sum í oktober tók avleiðingarnar av at hava fingið ein meiriluta ímóti sær, og tók við sætinum í løgtinginum aftur.
Fyri hana kom fyrsti eykalimurin á javnaðarlistanum í landsstýrið, og í løtuni hevur Ingilín bert ein nevndarsess – sum meinigur limur í rættarnevndini.
Øll við innliti í og áhuga fyri Javnaðarflokkinum vita, at tað ikki er nóg mikið fyri ein ungan politikara, sum er næstvald á listanum.
Høvundurin av hesi grein var í útvarpinum hjá Kringvarpinum í vikuni við nøkrum tankum um støðuna, og vísti á, at um Ingilín er ein so evnaríkur politikari, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil gera hana til, so skal hon sjálvandi hava meira enn bara ein meinigan sess í rættarnevndini. Fyri at seta tingini eitt sindur í perspektiv, so hevur rættarnevndin – sambært gerðabókini – einans hildið fýra fundir síðani ólavsøku.
Ein so týðandi persónur í flokkinum skal hava sess við borðendan í onkrari nevnd og í minsta lagi sess í antin fíggjar- ella uttanlandsnevndini, helst báðum. Tí hetta eru nevndirnar, har limirnir veruliga fáa innlit í týðandi og áhugaverdar politiskar spurningar, sum onnur tingfólk ikki fáa.
Í løtuni umboða Eyðgunn Samuelsen (forkvinna) og Bjarni Hammer Javnaðarflokkin í fíggjarnevndini og hesin seinni er floksins umboð í uttanlandsnevndini.
Hesin høvundur dittaði sær at meta, at tað fór at vera trupult hjá løgmanni at lokka Bjarna Hammer sjálvboðin at siga annan av hesum sessum frá sær, og metti tí, at tað kanska fór at vera Eyðgunn Samuelsen, sum fór at geva seg, tí tað er almenn meting, at hon helst mann vera tann javnaðartinglimurin, sum er mest trúgvur, loyalur, mótvegis flokkinum. Metingin varð gjørd út frá eini fatan av, at hon kanska var við at takka fyri seg sum landspolitikari.
Hetta hevur fingið Eyðgunn Samuelsen upp úr stólinum og yvir fyri Norðlýsinum og seinni víðarivarpað av flokkinum á sosialu miðlunum, at hon als ongar ætlanir hevur um at gevast sum landspolitikari og so als ikki sum fíggjarnevndarforkvinna.
So fingu vit tað upp á pláss, tí tað liggur meira í hesum svarinum, enn tað, ið sagt verður. Okkara git er – tí vit taka framvegis sum givið, at Eyðgunn tekur floksins áhugamál fram um persónliga tráan – at Eyðgunn hevur ráðført seg við løgmann, og tí kann siga, at hon heldur fram í fíggjarnevndini.
Hetta kann so neyvan merkja annað, enn at tað er hin fíggjarnevndarlimurin, sum má víkja, antin úr fíggjarnevndini ella uttanlandsnevndini. Spennandi verður at fylgja, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa.
(Rættingar/tillagingar gjørdar í teksrin kl. 11.10)
Ongin vandi var við manningini
Føroyska farmaskipið Hav Nordic hjá Navigare Shipping í Søldarfirði bar við land nærhendis Eggesbøneset í Vesturnoregi týsmorgunin. Eggesbønæs er í norska skergarðinum, á oynni Bergsøya, nakað sunnan fyri Ålesund.
Álvur Højgaard, stjóri Navigare, váttar fyri Portalinum, at talan var um Hav Nordic, sum bar við land um sjey tíðina í morgun, norska tíð.
- Tíbetur er skaðin ikki stórur, eitt annað skip hevur fylgt Hav Nordic, sum væntandi verður í havn hvørja løtu, segði Álvur Højgaard..
Hav Nordic var á veg úr Týsklandi við eini last, sum skuldi til Norðurnoregs.
Norska sjóbjargingartænastan, Redningsselskabet, skrivaði á X, at skipið fekk slagsíðu, tá hol kom í ein av barlasttangunum. Bjargingarskipið Idar Ulstein fylgdi føroyska farmaskipinum í Havn.
Álvur Højgaard váttar, at okkurt hol er komið har frammi á skrokkinum, og at sjógvur kom inn í ein barlasttanga. Men tíbetur var ongantíð nakar vandi á ferð hjá teimum sjey monnunum, sum eru umborð, og lastin hevur heldur ikki tikið skaða.
Hav Nordic (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Heilsølan hevði 5,6 milliónir krónur í avlopi í 2024
Ein av fyrstu fyritøkunum at lata roknskapin inn fyri 2024 er Pf. J.F. Kjølbro Heilsøla í Klaksvík.
Pf. J.F. Kjølbro hevur heilsøluvirksemið í Klaksvík og selur matvørur og annað runt allar Føroyar.
Gott ársúrlit í 2024
Roknskapurin 2024 hjá Pf. J.F.Kjølbro Heilsølu vísir eitt rímiliga gott úrslit.
Bruttovinningurin vaks í 2024 við 13,2 prosentum til 17,2 milliónir krónur.
Ársúrslitið gjørdist eitt avlop upp á 5,6 milliónir, í mun til 4,4 milliónir krónur í 2023. Ein vøkstur í avlopinum upp á heili 26,8 prosent, sum verður mett at verða ein góður vøkstur.
Eginpeningurin 15,9 milliónir
Fíggjarjavnin hjá Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu við árslok 2024 var 32,7 milliónir krónur.
Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2024. Stuttfreistaða skuldin í 2024 var 16,8 milliónir.
Eginpeningurin hjá Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu við árslok 2024 var 15,9 milliónir. Trygdarevnið var tískil 49 prosent.
Um hugt verður eftir gjaldførinum, so sæst at gjaldførislutfallið er 1,86, sum verður mett at vera gott.
Samanumtikið má staðfestast, at rakstrargongdin síðstu árini hjá Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu hevur verið góð, og at serliga úrslitið í 2024 var gott.
Talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag, sum eisini hevur nøktandi gjaldførið.
Høvuðspartaeigari av Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu er Spf. Finna. Stjóri í felagnum er Árni Frederiksberg og Jákup A. Mikkelsen er nevndarformaður.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Stjórin í Almannaverkinum seinastu 11 árini gevst í starvinum í summar
Almannaverkið skal í næstum út at finna nýggjan stjóra. Edvard Heen, sum hevur verið stjóri síðan 1. juni 2014 hevur sagt seg úr starvi.
Orsøkin er, at hann verður pensjónistur. Edvard Heen fylti 67 ár í vikuni.
Edvard Heen er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr tryggingar- og fíggjarheiminum, umframt frá KT-økinum. Edvard Heen hevur m.a. verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og fyritaksstjóri í Bank Nordik. Hann hevur eisini royndir sum konsulentur innan strategi og broytingarleiðslu á ymiskum vinnuøkjum.
Edvard Heen situr í starvinum til endan av august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Hesa niðurstøðina er Føroya Kærustovnur komin til - orsøkin er, at kommunan ikki hevur partshoyrt grannarnar og tískil ikki hildið Fyrisitingarlógina. Málið endar harvið aftur á Vaglinum
Fyri umleið einum mánaði síðani segði Elsa Berg, at hon helst vil hava nýggju kirkjuna á Argjum aðrastani enn við fríøkið við Sandá. Hetta var í sambandi við framløguna av samgonguskaljinum og ætlanunum hjá nýggja býráðnum í Havn.
Nú fáa nýggi borgarstjórin og nýggja býráðið møguleikan at taka málið upp av nýggjum. Stríðið um staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum heldur fram.
Hetta er greitt, eftir at Føroya Kærustovnur hevur givið "Náttúrufylkingini Sandá at frama" viðhald í kæru sínari um byggiloyvi, sum undanfarna býráð gav.
Í niðurstøðuni stendur, at kommunan ikki hevur partshoyrt grannarnar og tískil ikki hildið Fyrisitingarlógina. Hetta kostar eitt byggiloyvi.
- Vit eru sera fegin um úrskurðin hjá Kærustovninum tí hann staðfestir, at tað nyttar hjá borgarum at gera vart við viðurskiftir, ið ikki eru farin rætt fram fyrisitingarliga. Harumframt fegnast vit um, at náttúran og Fríøkið við Sandá nú fáa nýggja politiska viðgerð á Vaglinum. Væntandi fer nýggja viðgerðin at ganga øllum teimum mongu túsund fólkunum, sum ynskja at varðveita Fríøkið, á møti" siga umboð fyri Áhugabólkin í skrivi.
Málið um byggiloyvið skal harvið aftur til viðgerðar hjá Tórshavnar kommunu.
Sambært sáttmálanum millum kirkjuráðið á Argjum og byggifyritøkuna Kanjon skuldi arbeiðið við Sandá annars byrja um ein mánaða.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Úr 18.000 krónum til 22.435 um mánaðin. Hetta er ætlanin hjá Margit Stóra, landsstýriskvinnu, sum hevur lagt uppskot fyri tingið
Eftir ætlan verður hægsti arbeiðsloysisstuðulin 22.435 krónur um mánaðin frá 1. mai. Harvið skal hann hækka við beint undir 4.000 krónur um mánaðin, tí sum nú er, er hægsti stuðulin 18.500 krónur um mánaðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Sexisma skal vera farin fram í sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, skrivar Frihedsbrevet
Frihedsbrevet skrivar hesa vikuna um sexismu, sum skal vera farin fram á Landssjúkrahúsinum. Miðilin skrivar um, at starvsfólk á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum minst fimm ferðir hava varskógvað leiðsluna um ónærisligan atburð frá sínum deildarleiðara.
Dagin fyri, at fyrsta greinin um málið kom út mikudagin, segði deildarleiðarin í samráð við sjúkrahúsleiðsluna úr starvi.
Ónærisligi atburðurin skal hava verið ósømiligar myndir, viðmerkingar og nærgangandi atburður á sosialu miðlunum og í gerandisdegnum.
- Leiðarin er sexistiskur, tosar niðrandi um kvinnuligar starvsfelagar, nýtir sína makt til at trýsta ungar, kvinnuligar starvsfelagar ikki at siga frá óhóskandi atburði, viðmerkir opið kroppin og klæðini hjá kvinnuligum starvsfeløgum, umframt at hann sendir boð við óhóskandi teksti og myndum til bæði starvsfelagar og aðrar kvinnur á Landssjúkrahúsinum/Sjúkrahúsverkinum”, stendur m.a. í skrivi, sum Birita á Løgmansbø, sum hevur arbeitt á sjúkraflutningstænastuni í nógv ár, skrivaði á heysti í 2024, og sum HR leiðarin hevur sæð.
Til greinina hevur Frihedsbrevet verið í samband við fimm keldur, sum siga frá líknandi søgum og vátta sama atburð hjá nú fyrrverandi deildarleiðaranum á sjúkraflutningstænastuni.
Við haldi ber til at lesa alla greinina á frihedsbrevet.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2025
Yvir 800 elrikin akfør vórðu innflutt til Føroya í fjør - bert tríggir bilar vóru av slagnum Tesla
Í januar í ár vórðu seldir 689 bilar av slagnum Tesla í Noregi, vísa nýggjastu norsku hagtølini, sambært NRK. Tað er næstan 40 prosent færri enn sama mánað í fjør.
Í fjør var Tesla mest seldi persónbilurin á norska bilamarknaðinum, men í ár hava Volkswagen og Toyota yvirhálað nógv umrødda el-bilin.
Eisini í restini av Evropa er sølan av Tesla milum minkað munandi. Eitt nú í Týsklandi og Fraklandi, har sølan er minkað umleið 60 prosent.
Eisini hagtølini hjá føroysku Akstovuni vísa, at áhugin fyri bilamerkinum hjá Elon Musk er dalandi.
Ongin Tesla bilur kom til Føroya fyrsta mánaðin í ár. Tølini av innfluttum Tesla-bilum fyri seinastu árini eru hesi:
2024 - 3
2023 - 6
2022 - 9
2021 - 20
2020 - 10
Frá 1. januar 2024 til 1. februar 2025 øktist talið av elriknum akførum í Føroyum við við 812 úr 1.795 upp í 2.607.
Parturin av ravmagnsakførum hækkaði sostatt úr 4,3 prosentum fyri góðum ári síðani til 6,2 prosent nú.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
20.551 fólk ferðaðust um Vága Floghavn í januar 2024. Hetta eru nærum 2.000 færri enn í januar 2024, men tá var serstøða - við nógvari flúgving millum Berlin og Føroyar
Í fjør setti flogvøllurin í Vágum met, hvat ferðafólkatalið viðvíkur. 444.035 var talið fyri alt árið og nakað omanfyri metið, sum varð sett í 2023.
Í januar í 2024 var ferðafólkatalið 22.510. Hetta er nærum 2.000 undir tí, sum tað var fyrsta mánaðin í 2025: 20.551
Hetta vísa tøl hjá Vága Floghavn. Ein høvuðsorsøk til stóra munin er, at óvanliga nógv flúgving var Berlin í januar 2024.
Túsundtals føroyingar fóru til týska høvuðsstaðnum fyri at fylgja føroyska manslandsliðnum til søguliga EM-endaspælið. Samanlagt var eitt tvísiffrað tal av flogferðum millum Vágar og Berlin fyri beint yvir einum árum síðani.
Føroysk fólkaveitsla var í Berlin januar í fjør, og nógv fólk ferdaðust millum Vágar og týska høvuðsstaðin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í januar 2023 var tó eisini eitt hægri ferðafólkatal enn í januar í ár. Tá vóru 21.226 ferðafólk
Talið fyri januar 2019 - seinasta árinum undan korona - var eisini nakað hægri enn í januar 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Næstan 200 metrar langa farmaskipið MV Lista kom á Havnina um farna leygardag
Um middagsleitið farna leygardag kom avloysaraskipið hjá Smyril Line á Havnina á fyrsta sinni.
Skipið er stórt. Við sínum 193 metrum, er tað knappar 30 metrar longri enn Norrøna.
MV Lista er navnið, og skipið er eitt sonevnt ro-ro skip, eins og hini farmaskipini hjá Smyril Line eisini eru.
Skipið byrjaði í sigling undanfarna mánadag og skal sigla á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn.
MV Lista sum er bygt á Odense Staalskibsværft í 2011 skal loysa Glyvursnes av. Glyvursnes skal umvælast á skipasmiðju í Frederikshavn eftir eina spreinging umborð meðan skipið lá í Hirtshals 2. januar. Tríggir menn fingu skaða av hendingini. Ein maður læt lív, ein fekk álvarsligan skaða.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2025
Thor hevur keypt fyrrverandi Hvítanes, sum er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt Inuksuk l úr Kanada.
Thor hevur keypt Inuksuk l, sum er fyrrverandi Hvítanes, sum aftur fær heimstað í Føroyum.
- Vit hava keypt trolaran, sum skal fiska rækjur í Barentshavinum, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Reiðarin leggur afturat, at skipið eftir ætlan skuldi fara úr Kanada seint í hesi vikuni, og verður yvirtikið og kemur undir føroyskt flagg tá tað er komið til Føroyar.
Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.
Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin, og heldur ikki hvat navnið verður á skipinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2025
Aftaná fleiri góð ár hjá fyritøkunum innan asfalt, var samlaða árið í 2023 munandi lakari enn undanfarin ár. Nira hevur greinað roknskapirnar
Aftaná fleiri góð ár hjá fyritøkunum innan asfalt, var samlaða árið í 2023 munandi lakari enn undanfarin ár. Samlaða ársúrslitið minkaði úr 14 milliónum krónum í 2022 til 8 milliónir í 2023.
Spf. Kreton í Norðagøtu hevði eitt avlop upp á 3,5 milliónir krónur í 2023, sum var besta úrslit eftir skatt í 2023 av fyritøkunum, sum selja asfalt í Føroyum. Kreton var eisini í 2022 á fyrsta plássinum við 5,1 milliónum í avlopi.
Næst besta ársúrslitið í 2023 hevði Spf. HJ Asfalt í Klaksvík við 2,6 milliónum krónum.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá størru føroysku asfaltfyritøkunum, sum umfatar fimm fyritøkur í alt. Talan er um Spf. Kreton, Spf. EM Asfalt, Spf. HJ Asfalt, Spf. IR Asfalt og Spf. Plan-Asfalt. Talan er um almennar roknskapir fyri 2023.
Fyrivarni má takast fyri, at nakrar av fyritøkunum eisini hava nakað av øðrum virksemi enn asfaltveitingar.
At veita tænastur innan asfalt í Føroyum hevur í mong ár verið ein rímuliga góð vinna at verið í. Úrslitini hava verið rímuliga góð hjá teimum fyritøkunum, sum hava verið í hesu vinnuni.
Tær fimm fyritøkunar innan asfalt, hava haft fallandi bruttovinning síðstu fýra árini, har ið bruttovinningurin samanlagt er fallin frá 93,3 milliónum krónum í 2020 til 80,7 milliónir krónur í 2023.
Sama tíðarskeið er samlaða ársúrlitið fallið úr 21,6 milliónum til 8,0 milliónir krónur.
Spf. Kreton hevði besta ársúrslit í 2023
Fyri nøkrum árum síðani var tað Spf. EM Asfalt, sum var tann stóra fyritøkan innan asfaltveitingar.
Hetta sær út til at verða broytt síðstu árini, har Spf. Kreton nú hevur yvirhálað EM Asfalt og hevur havt størsta ársúrslitini síðstu tvey árini.
Størsta bruttovinningin í 2023 hevði Spf. IR Lastbilar, sum eisini hevur hjánavnið IR Asfalt, av tí at teir eisini hava asfaltvirksemið.
Næststørsta bruttovinningin hevði Spf. Kreton við 20 milliónum krónum.
Tá hugt verður eftir ársúrslitinum eftir skatt, so hevði Spf. Kreton besta úrslitið í 2023.
Ársúrslitið hja Kreton eftir skatt var 3,5 milliónir krónur.
Á øðrum plássi var Spf. HJ Asfalt, sum hevði eitt avlop eftir skatt upp á 2,6 milliónir krónur.
Spf. EM Asfalt, sum annars hevur ligið fremst í bruttovinningi og ársúrslitið síðstu mongu árini, hevði ein bruttovinning upp á 12,8 milliónir., men hevði eitt rakstrarhall á upp 941.000 krónur í 2023.
Fíggjarstøðan hjá asfaltfyritøkunum
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni, kann síggjast, at Spf. IR Asfalt hevur størstu fíggjarstøðuna við 42,9 milliónum krónum, meðan Spf. Kreton hevur næststørstu fíggjarstøðuna við 36,6 milliónum krónum.
Spf. IR Asfalt hevði 10,4 miilliónir bundnar í støðisogn og 28,8 milliónir í áogn.
Spf. Kreton hevði 24,9 mílliónir bundnar í støðisogn og 10,2 í áogn.
Spf. HJ Asfalt og EM Asfalt høvdu annars gott gjaldføri í 2023 og høvdu ávikavist 8 og 7,7 milliónir krónur í gjaldføri.
Spf. EM Asfalt hevði størsta eginpeningin í 2023 við 21 milliónum og eitt trygdarevni á upp 70,6 prosent, meðan Spf. Kreton hevði ein eginpening á 18,2 milliónir og eitt trygdarevni upp á 49,7 prosent.
Á triðja plássinum var Spf. IR Asfalt við einum eginpeningi á 18,1 milliónir og trygdarevni á 42,2 prosent.
Spf. Kreton hevði í 2023 eina langfreista skuld á 7,3 milliónir meðan Spf. IR Asfalt hevði eina langfreista skuld upp á 3,8 og Spf. PlanAsfalt hevði eina langfreistað skuld upp á 2,9 milliónir krónur.
Hvørs fallandi bruttovinningurin 2020 til 2023 og fallandi ársúrsltið serliga í 2023 er orsakað av fallandi virksemi ella um kappingin millum fyritøkurnar er harðnað, hava vit ikki nakað greitt svar uppá.
Hvussu fer at ganga hjá asfaltfyritøkunum í 2024 fáa vit at síggja tá ið roknskapirnir fara at koma inn seinni í ár.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2025
Komandi skúlaár verður munandi høgligari at ferðast við Bygdaleiðum til og frá Miðnámi í Vestmanna. Tað fegnast virkandi rektarin, Fróði Skúvadal, um.
– Vit fegnast um, at tað nú verður lættari hjá næmingum at ferðast til Vestmannar. Vit vita, at verandi støða ger, at næmingar setast aftur, men við dagførdum og tillagaðum ferðasambandi fáa vit sum skúli enn fleiri møguleikar, og tað fer eisini at lyfta støðið enn meira, sigur hann.
Strandfaraskip Landsins fara komandi skúlaár at bøta og betra um busssambandið á leið 100, 300 og 400, so tað verður lættari at skifta millum leiðirnar. Hetta fer millum annað at hava við sær, at næmingar úr Sundalagnum, Kollafirði og Vágum sleppa skjótari fram og aftur.
Miðnám í Vestmanna er gymnasialur miðnámsskúli við tilfeingisbreyt, sum eisini bjóðar aliútbúgving og ferðaleiðaraskeið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Jógvan Steingrim Rasmussen, høvuðskokkur í Áarstovu, doyði knappliga týsmorgunin
Tað var ein rørandi løta, tá familja og starvsfólk seinnapartin mikudagin savnaðust í Áarstovu í Havn fyri at minnast høvuðskokkin, Jógvan Steingrim Rasmussen, sum knappliga doyði av einum hjartatilburði týsmorgunin.
Deyðsboðini komu sum ein skelkur fyri øll, sum stóðu Jógvani nær – hann gjørdist einans 42 ára gamal.
Til minnisløtuna var Hanus í Gørðum, prestur, hjástaddur fyri at siga nøkur troystandi orð, og vegleiða starvsfelagar og hansara nærmastu um, hvussu sorgin kann raka og taklast, og boðskapurin var greiður: Tað er ongin skeivur ella rættur máti at syrgja. Øll skulu hava pláss fyri at syrgja á sín hátt.
Á minningarløtuni fingu familjulimir, starvsfelagar og vinfólk møguleika at siga nøkur orð um mannin, sum fylti óvanliga nógv við sínum fevnandi máta at vera uppá.
Jógvan vísti frá barnaárum av stóran áhuga fyri matgerð, og hann gjørdi henda áhuga til sítt lívsverk. Hæddarpunktið á lutfalsligu stuttu starvsleið hansara var meðan hann búði í Danmark, og fekk egna matstovu, Steingrims Kælder, í Haslev á Sælandi.
Matstovan fekk nógv rós fyri at borðreiða við dygdarmati. Men matstovan yvirlivdi ikki krepputíðirnar við fyrst korona og seinni krígnum í Ukraina, og matstovan fór tí á húsagang í august 2022.
Eftir hetta keypti Jógvan sær ein einvegis ferðaseðil við Norrønu heim til Føroyar, pakkaði øll síni ting í bilin og bankaði upp á í Áarstovu tá hann var komin til Havnar.
Lukkutíð fyri hann, stóð Áarstova júst og manglaði ein kokk. Jógvan varð settur í starv, og síðan hevur hann verið altfevnandi miðpunktið í hesi vælumtóktu matstovuni sum høvuðskokkur og ikki minst vertur.
Mangir eru teir gestirnir, ið hava verið tiknir væl ímóti av Jógvani, og eru ávirkaðir av hansara lætta lyndi og jaliga verumáta.
Jógvan var feinschmeck’ari, og himpraðist ikki við at brúka ostrur og foie gras í sínum rættum, nakað ið alsamt var meira at síggja á matkortinum hjá Áarstovu eftir at Jógvan tók við sum høvuðskokkur. Ja, hann gjørdi tað til ein sið hjá nógvum, at ganga fram við Áarstovu fyri at smakka ostrur og sjampanju á ólavsøku.
Langtíðarstoktur lambsbógvur hevur verið signaturrætturin, sum flest hava biðið um í Áarstovu síðan matstovan lat upp, men við Jógvani er alsamt størri áhugi vístur fyri havtaskusporlinum, sum var rætturin, sum Jógvan sjálvur var mest errin av av hava fingið á matarseðilin.
Eisini gekk hann óvanliga høgt upp í serligu tematiltøkini í Áarstovu. Tey afturvendandi vikuskiftini við bankatoski, sum Jógvan matgjørdi upp á nýggjar og spennandi mátar, og tað eru ikki gingnar meira enn tvær vikur síðani nógvir gestir í Áarstovu upplivdu harukjøt upp á nýggjar mátar.
Jógvan hevði sett sær fyri at prógva, at tað væl kundi gerast sera góður matur burtur úr harukjøti, og tað eydnaðist honum eisini at prógva.
Les eisini: Hara upp á fýra forkunnugar mátar
Eitt annað hæddarpunkt í kokkakarrieruni hjá Jógvani Rasmussen var, tá hann varð boðsendur at koma ein túr yvir til Grønlands fyri at gera matin tá kongur var á vitjan har.
Millum annað hetta kom fram á rørandi minnisløtuni á matstovuni Áarstovu mikudagin. Áarstova fer nú at leita eftir nýggjum høvuðskokki. Matstovan hevur verið stongd eftir at deyðsboðini komu, men eftir ætlan lótu tey uppaftur í gjár.
Jógvan var sonur Jón og Valborg Rasmussen, sum eisini eiga synirnar Berg, ið er lærari, og Ragnar, sum eisini er kokkur.
Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni. Birgir Kruse hevur tikið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin, og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. - Vit hyggja eftir nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin
- Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. Vit hyggja eftir nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin.
Í vikuni vitjaði sjómanstrúboðarin umborð á djúpvatnstrolaranum úr Hvalba. Har hitti hann, millum aðrar, skiparan, Øssur Thomsen og fekk eitt prát við hann.
Uppá fyrispurning hvussu gongdin hevur verið hjá Steintóri, svaraði Øssur:
- Síðstu árini hava verið góð. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur og so hevur prísurin verið góður.
- Vit fiska mest undir Føroyum eftir kongafisk og svartkalva. Vit hava eisini gjørt nakrar túrar vesturi á Íslandsrygginum. Tá hava vit fingið nakað av toski og svartkalva. Toskaprísurin hevur eisini verið góður. Harafturat eru vit slopnir í bretskan sjógv at royna eftir svartkalva, og tað hevur munað væl. sigur hann.
(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmssiónin)
- Hvar landa tit?
- Vit landa mest í Hvalba og so av og á á Tvøroyri. Hava vit væl av kongafiski, landa vit, sum oftast, á Tvøroyri. Tá fer fiskurin í kassum beinleiðis umborð á Smyril og av landinum við øðrum skipi, sigur Øssur.
- Hvat verður gjørt við skipið, nú tað liggur hjá Mest í Havn?
- Steintór er nú til 40 ára klassing. Trolarin er væl hildin og er í rímuliga góðum standi, men tað sæðst sjálvandi, at hann er gamal. Vit hyggja eftir einum nýggjari skipi, men tað tekur sína tíð og kostar pening, sigur skiparin.
Tá Øssur varð spurdur, um hann hevði siglt leingi við Steintór, svaraði hann:
- Eg mynstraði við her 1. mai í 1988, og her eri eg enn. Tá eg nærum havi verið 38 ár umborð her, so havi eg kunna livað av tí og trivist. Eg byrjaði sum dekkari, og bleiv síðani bátsmaður. Eftir tað var eg annar- og fyrri stýrimaður og havi verið skipari síðani 2019.
- Steintór var 27 túrar í fjør, og eg var skipari 20 av teimum. Stýrimaðurin loysir meg av, sum skipari, nakrar túrar um árið, sigur Øssur.
- Hvussu eru útlitini hjá djúpvatnstrolarunum?
- Eg haldi tey eru rímuliga góð. Í føroyskum sjógvi er hampuligur fiskiskapur, og bretska kvotan kemur væl við. Prísurin á svartkalva er góður. Ein óvissa er tó, at bretska kvotan er bara eitt ár í senn, sigur Øssur.
Tíggju mans hoyra til skipið og átta eru umborð í senn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Í síðstu viku sigldi nýggi báturin hjá Havstovuni við navninum "Lomvigin" fyrsta túrin
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín fyrsta arbeiðstúr. Báturin hevur fingið navnið Lomvigin.
Navnið “Lomvigin” vísir til upprunaliga aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini á Havstovuni. Tá Fuglakanningarstøðin varð sett á stovn í 1972 var tað nevniliga við tí endamáli, at fylgja gongdini í lomvigastovninum, sum mann visti hevði verið í stórari afturgongd síðan 1950’ini.
- Eftirsum báturin skal taka við í hesum týdningarmikla arbeiði, mettu vit tað vera hóskandi, at kalla bátin upp eftir svartfuglinum, sum er miðdepilin í kanningunum. Samstundis minnir báturin ikki sørt um ein lomviga í útsjónd, skrivar Havstovan.
Lomvigin er bygdur á Eiði av Brim Boats. Hetta er ein skjóttgangandi og stabilur bátur, sum er bygdur úr HDPE panelum. Umframt styrki, so er ein fyrimunur við hesum tilfarinum, at tað er lættari at endurnýta enn trevjuglas.
Framman er eitt rúmligt flatt fordekk, haðani tað liggur væl fyri at senda upp og lenda dronur til fuglateljingar. Báturin hevur eisini stýrhús, ið ger, at tað er høgligt at sigla við vísindaligari útgerð umborð í alskyns veðri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Bjarni Hentze av Argjum er maskinstjóri og kavari á bjargingarbátinum Sundt Flyer í Svolvær
Norska sjóbjargingartænastan (Redningsselskabet) hevur úr at gera við, at veita skipum og bátum tænastur fram við norsku strondini.
Nógvir bjargingarbátar eru í tænastu hjá felagnum. Ein teirra er 17 metra langi skjóttgangandi báturin Sundt Flyer, ið hevur støð í Svolvær úti á Lofoten í Norðurnoregi.
Trý fólk eru fast knýtt at bátinum. Ein av manningini er Bjarni Hentze av Argjum. Bjarni er maskinstjóri og kavari umborð. Uppgávurnar hjá maskinstjóranum og kavaranum eru m.a. at halda bátin í fullgóðum standi og harumframt, at kava undir bátar og skip at loysa ymiskar uppgávur. Serliga er talan um at skera togverk og gørn av skrúvum ella at sýna og gera ábøtur, tá skip og bátar hava fingið skaða.
Á myndunum síggja vit Bjarna rokast í sjónum og á dekkinum á Sundt Flyer. Tað eru fleiri føroyingar í starvi hjá Norsku Sjóbjargingartænastuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Felagstilbúgvingin fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu hevur keypt bátin frá Eysturkommunu
Leygardagin fekk felagstilbúgvingin fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunur handað nýggja bjargingarbátin.
RIB-báturin av slagnum Valiant S750 er keyptur frá Eysturkomunu.
Skjóttgangandi báturin verður staðsettur á Tvøroyri, men er skjótur at flyta til grannabygdirnar, um tørvur er á hesum.
Higartil hevur álitið hjá tilbúgvingini verið at sjóseta skjóttgangandi bátin "Royndin" hjá bjargingarfelagnum hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum er staðsettur í Hvalba, men við hesum bátinum økiskt trygdin og responstíðin, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Nýggi báturin verður navngivin ein av fyrst komandi døgum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Hon hevur drúgvar royndir sum serliga bókavørður frá Landsbókasavninum. Við Unn fer bókasavnið í Runavík í næstum undir at veita fólkabókasavnstænastu til onnur bókasøvn eisini
Unn Paturson er sett í starv sum nýggjur bókasavnsvørður í Bókasavninum við Løkin.
Hesum boðar Runavíkar kommunma frá á heimasíðu sínari.
Unn er útbúgving bibliotekar DB frá 2002 og cand.scient.bibl. frá 2015. Hon hevur drúgvar royndir sum bókavørður frá Landsbókasavninum, og seinasta árið eisini frá Býarbókasavninum í Havn.
Bókasavnið við Løkin fær harvið ein bókasavnsvørð afturat. Men talan er ikki bert um eina setan til sjálvt bókasavnið, sum er staðsett í kommununi.
Samstundis sum Bókasavnið við Løkin verður uppraðfest við setanini av Unn Paturson, so fara onnur bókasavn at njóta ágóðan av tí.
- Umframt dagliga virksemið, fer Bókasavnið við Løkin í næstum undir at veita fólkabókasavnstænastu útum Runavíkar kommunu, til samstarvsbókasøvnini í Nes, Sjóvar, Kvívíkar, Vestmanna, Vága og Sørvágs kommunum, skrivar runavik.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Stýrið fyri heimatænastuna í VEKS hevur skipað seg
Nú hevur stýrið fyri heimatænastuna í VEKS skipað seg.
Sára Jógvansdóttir er forkvinna, og Hans Jóhann Sørensen er næstformaður. Tey vóru bæði limir í undanfarna stýri, og eru nú borgarstjórar í ávikavist Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu.
Jógvan Kruse, fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur verið formaður seinastu árini.
- Menningin hevur verið stór, og haldast skal fram við kósini, sum er løgd, bæði so øll fáa ein góðan aldurdóm, og at vit eru til reiðar at lofta avbjóðingunum við broyttu fólkasamansetingini, sigur Sára Jógvansdóttir, forkvinna í VEKS, í tíðindaskrivi.
Hinir stýrislimirnir í VEKS eru Jógvan í Skorini úr Eiðis kommunu, Anja Haldansen úr Vestmanna kommunu, og Eyðstein Zachariassen, Jóhanna Paula við Streym og Jógvan Kruse úr Sunda kommunu.
Undanfarna stýri legði eina framskygda langtíðarætlan fyri økið, sum m.a. inniber, at øll sum vilja búgva heima skulu kunna tað við røttu hjálpini, og at rørsla, fyribyrging og sosialur felagsskapur verður sett inn frá 67 ár. Hesari leiðini fer nýggja stýrið at arbeiða víðari við.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja stýrinum er at fundast við nýggja Eldraráðið í VEKS, sum var valt í heyst. Eldraráðið fer m.a. at ráðgeva nýggja stýrinum.
VEKS er eldrasamstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Borgarstjórin í Porkeri situr nú ovast í stýrinum fyri Bú & Heimatænastuna í Suðuroynni. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur sum næstformaður
Á seinasta stýrisfundi í Bú & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið.
Hetta innbar millum annað at velja forfólk og næstforfólk. Hetta gjørdust ávikavist borgarstjórin í Porkeri og borgarstjórin í Vágs kommunu.
Tað vil siga, at Ása Holm er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen er valdur til næstformann.
Bú & Heimatænastan í Suðuroynni veitir tænastur til borgarar í øllum kommununum í oynni og hevur ein týðandi leiklut í vælferðartænastunum.
- Nýggja stýrið fer at taka við ábyrgdini at menna og betra um tænasturnar til gagns fyri borgararnar. Við hesum nýggja stýrinum er grundarlagið lagt fyri framhaldandi menning av heimatænastuni og bútilboðunum í Suðuroynni. Forkvinnan og næstformaðurin takka fyri álitið og síggja fram til gott samstarv í komandi tíðini.
Hinir stýrislimirnir eru:
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar Kommuna
Jóanes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins Kommuna
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommuna
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommuna
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs Kommuna
Arni Brattaberg, býráðslimur í Vági
Eyð Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Einki mótvalevni stillar upp til formansvalið
Aðalfundurin í Føroya Handverkarafelag verður í vár, men longu nú er greitt, at Suni Simonsen heldur fram sum formaður.
Sandavágsmaðurin, sum er búsitandi í Vestmanna, hevur verið í sessinum síðani 2011. Frestin at stilla upp formann til felagið var 1. februar, og einki mótvalevni var.
Hesum boðar Føroya Handverkarafelag frá.
Suni Simonsen var valdur í stjórnina fyri Føroya Handverkarafelag í 1990. Tá var hann 32-ára gamal. Á aðalfundinum 1996 varð Suni valdur til næstformann í starvsnevndini. Hetta var, tá ið Høgni Højgaard var formaður. Suni Simonsen var síðani næstformaður í starvsnevndini í 15 ár - til hann í 2011 stillaði upp ímóti sitandi formanni Henry Olsen, og varð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag. Suni Simonsen segði tá beinanvegin frá sær vanliga starvið hann hevði og fór at virka sum formaður í felagnum burturav. Og hann hevur verið formaður líka síðan.
Um formann sín skrivar Føroya Handverkarafelag eisini soleiðis:
- Suni Simonsen hevur seinastu áleið 30 árini verið við til allar samráðingar, sum Føroya Handverkarafelag hevur havt við Føroya Handverksmeistarafelag, Kommunufelagið og Landsstýrið. Eitt skifti royndi hann at fáa skipað so fyri, at handverkarafeløgini og arbeiðarafeløgini skuldu fara til samráðingar við felags samráðingarnevnd fyri at standa sterkari, men henda royndin gav ikki úrslit. Suni Simonsen hevur luttikið nógv í uttanlanda samstarvi. Hann hevur verið limur í Yrkisútbúgvingarráðnum og er sum er limur í Yrkisnevndini.
Føroya Handverkarafelag er meginfelag, og sjey handverkarafeløg kring landið eru í løtuni limir í felagnum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag. Íalt eru umleið 1.200 limir í Føroya Handverkarafelag.
Í løtuni er starvsstjórnin mannað við Suna Simonsen, formaður, Jóhan Hansen, næstformaður og Heina Heinesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Kiwanis Tórshavn læt yvirskotið av jólatræssøluni til Beran í ár
Kiwanis Tórshavn hevur í ár latið yvirskotið av jólatræssøluni til Beran.
Hetta bleiv longu kunngjørt í november 2024, áðrenn sølan fór í gongd, og nú er uppgjørt, og á limafundi herfyri handaði Kiwanis Tórshavn, Oddvør Poulsen leiðara hjá Beranum 85.000 krónur.
Tað vóru Hans Højgaard, formaður í jólatræsnevndini hjá Kiwanis, og Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, sum handaðu gávuna, skrivar Kiwanis, sum takkar øllum, sum keyptu jólatrø frá teimum í 2024 og harvið stuðlaðu Beranum.
– Tað hendur meir enn so, at tá fólk koma at keypa, lata tey eitt sindur eyka fyri træið, og hetta eru vit í Kiwanis ógvuliga takksom fyri, tí tað ger beinleiðis meira yvirskot, skrivar Kiwanis.
– Ein kundi sagt fleiri søgur um tað, men vit vilja tó draga eina søgu fram. Tað var ein drongur, sum kom at keypa eitt træ í ár, og tá hann fekk at vita, at yvirskotið fór til Beran í ár, so fór hann í lumman og tók teir smápengar, sum hann hevði leyst, og segði, at hetta skuldu vit eisini eiga. Hann segði í sama viðfangi, at hann hevði mist mammu sína, og hevði fingið góða hjálp frá Beranum.
Berin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini. Berin bjóðar ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð til børn, ung, foreldur ella umsorganarpersónar.
Kiwanis er ein altjóða hjálparfelagsskapur, sum vil hjálpa børnum, sum hava tørv. Tað eru 14.147 klubbar í 85 londum, við tilsamans 445.167 limum. Í Føroyum eru tríggir klubbar. Ein í Eysturoynni, sum eitur Kiwanis Eysturoy, sum er klubbi har bæði menn og kvinnur eru limir. Tveir klubbar eru í Tórshavn. Kiwanis Rósan, sum er ein kvinnuklubbi, og Kiwanis Tórshavn, sum er ein mannfólkaklubbi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2025
Jóhanna Norðberg Niclasen, sum nú brúkar listafólkanavnið Sissal, skal syngja “Hallucination” í donsku Grand Prix finaluni
1. mars verður danska Melodi Grand Prix kappingin hildin, og í ár er tað aftur við føroyskari luttøku.
Danmarks Radio hevur í vikuni kunngjørt teir átta sangirnar, sum eru úttiknir til kappingina, og millum sangararnar, sum skulu framføra, er føroyska sangarinnan Jóhanna Norðberg Niclasen, sum nú roynir seg sum sangari í Danmark undir listafólkanavninum Sissal.
Sissal skal syngja sangin ‘Hallucination’ sum seks sangskrivarar hava verið saman um at skriva: Malthe Johansen, Chris Rohde-Frisk, Line Spangsberg, Marcus Winther-John, Linnea Deb og Melanie Wehbe.
DR lýsir Sissal sum eina kvinnu, sum útstrálar power og og sjálvsálit. Hon hevur ofta fingið at vita, at hon fyllir ov nógv, men hon hevur lært at brúka tað sum eina styrki. Sissal er mamma og hóast hon ofta møtir fórdómum um, at hennara karriera sum poppsangari átti at verið av nú, so sýtir hon fyri at gera tað. Sissal vil vera eitt dømi um, at kvinnur kunnu skapa tónleik og hava viðgongd hóast tær hava fingið børn – nakað, ið spurnartekn ikki verður sett við hjá mannfólki.
Sjálv sigur Sissal, at hon elskar Melodi Grand Prix og Eurovision. Fyri hana snýr tað seg um at eggja onnur til at vera ektað.
- Eg vóni, at fólk kunnu spegla sær í mínum tónleiki og mínum persóni. Eg vil vísa, at tað ber til at vera lekkur og sunn hóast ein ikki er tunn, og so mæli eg øllum til at standa við seg sjálvan og sínar dreymar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Sambært Danske Spil hevur Jóhanna Norðberg Niclasen undir listafólkanavninum "Sissal" góðar møguleikar til ársins Melodi Grand Prix
Jóhanna Norðberg Niclasen undir listafólkanavninum Sissal verður við millum tey átta, sum fara á pallin í danska Melodi Grand Prixnum 1. mars.
Og hon verður mett at hava góðar møguleikar. Tað ber til at seta pengar á næstan alt, og Melodi Grand Prix er einki undantak. Setur tú pengarnar á Sissal við lagnum 'Hallucination' fært tú bara pengarnar 2,25 ferðir aftur.
Maria Mathea við lagnum "Air" er tann, sum verður spátt at hava næstbest møguleikar. Har fáast pengarnir 4,25 ferðir aftur.
(Skíggjamynd: Danskespil.dk)
Seinastu árini hava nógvir føroyingar luttikið í danska Melodi Grand Prixnum, sum er undankapping til Eurovision.
Janus Wiberg Mortensen endaði í fjør á triðja plássi, og fyri tveimum árum síðani vann Rani Petersen undir navninum Reiley kappingina, og umboðaði Danmark í Eurovision.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Hann vann hjørtu kring allan heimin í 00'unum. Í summar kemur hann á Tórsfest at spæla
Amerikumaðurin Gavin DeGraw vann hjørtu kring allan heim í 00unum, tá hann gjørdist heimskendur við sínum rokkutta popptónleiki. Rødd hansara er mjúk og rá samstundis, og hann syngur við hjartanum.
Tórsfest bjóðar føroyingum til eina poppkonsert í altjóða flokki, tá Gavin DeGraw trínur á pallin. Yrkisleið hansara byrjaði av álvara, tá hann í 2003 gav út útgávuna Chariot. Plátan gjørdist sera væl umtókt kring allan heim, og lagið “I Don't Want to Be” gjørdist eyðkennislag í kendusjónvarpsrøðini One Tree Hill.
Men heitislagið Chariot setti veruliga ferð á yrkisleiðina. Lagið legðist ovaliga á topplistarnar, og Gavin DeGraw varð umbiðin at spæla á flestu festivalum høllum víða um. Síðani hevur hann ferðast og spælt kring allan heimin. Av ørðum stórum hittum kunnu nevnast “Not Over You”, “She Sets The City on Fire”, “Soldier” og “Follow Through”.
Aftur til røturnar
Gavin DeGraw hevur útgivið hópin av tónleiki síðani hann sprongdi seg ígjøgnum ljóðmúrin í 2003. Men nú verður leitað aftur til røturnar. Í september gevur hann út útgávuna Chariot 20, sum er ein nýtulking og ein endurinnspæling av útgávuni, sum hevur fingið kultstatus millum fjepparar. Á útgávuni verða eisini tvey nýggj løg.
Harra DeGraw er júst liðugur við fyrsta partin av einari heimsturné, og hann fer í holtur við seinna partin av heimsturnéini í heyst, tá Evropa skal spælast upp og niður.
Gavin DeGraw hevur longu givið út onkur stakløg frá komandi útgávuni, og lagið “Chariot” verður endurútgivið tann 28. juni, so hetta verður hátaktuelt tá Gavin DeGraw framførir til ársins Tórsfest 25. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Ungi runavíkingurin byrjar tónleikaveitsluna í Syðrugøtu 17. juli
Hóast enn ungur, hava vit longu kent mannin leingi her heima. Talan er um Beinir, sum hevur sungið inn sangir síðani hann var lítil piltur.
Seinastu árini hevur hann satsað alt uppá tónleikin og er fluttur av landinum at royna seg.
Við nýggju útgávuni “Greener” í skjáttuni er Beinir sloppin framat nærum allastaðni á flatlondum, har hann í farna ári hevur spælt fleiri ferðir í beinleiðis sjónvarpi.
Tað er einki at siga til, at Beinir verður boðin at sleppa framat, tí góðsku og sjarmu hevur hann í ovurmát. G! Festivalurin fegnast eisini um í dag at kunnu boða frá, at júst hesin hugtakandi og væl upplagdi ungi maðurin verður tann, sum setir gongd á pallin á Gøtusandi hósdagin 17. juli.
Hvønn týsdag fer G! at avdúka eitt nýtt navn av umfatandi tónleikaskránni fyri festivalin í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Millum tey deyðu er ein 35 ára gamal maður, sum hildið verður, er tann, sum framdi illgerðina
Skúlaskjótingin í býnum Örebro í Svøríki í vikuni kravdi ellivu mannalív. Sjey kvinnur og fýra menn lótu lív.
Tað upplýsir svenska løgreglan, nú tey deyðu í skjótingini eru eyðmerkt.
Ein av teimum deyðu er, sambært løgregluni, 35 ára gamli maðurin, sum hildið verður er tann, sum stóð fyri illgerðini.
Tey deyðu eru í aldrinum 28 til 68 ár. Eyðmerkingin er gjørd við hjálp eftir fyrimynd frá Interpol.
Seks framvegis innløgd
Týsdagin skeyt illgerðarmaðurin frá hond á skúlanum Campus Risbergska í svenska býnum Örebro. 11 fólk lótu lív.
Í eini dagføring frá Region Örebro hósdagin varð sagt um støðuna hjá teimum skotnu sum ikki lótu lív, at seks fólk framvegis vóru innløgd, og øll vóruu stabil - eisini tær báðar kvinnurnar, sum liggja á vøkudeild (inntensiv).
Fimm av teimum seks eru skurðviðgjørd fyri skotskaðarnar, sum einsamalli brotsmaðurin gav teimum.
Illgerðarmaðurin er milum tey ellivu, sum doyðu í tilburðinum. Alt bendir á, at hann skeyt seg sjálvan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2025
Val verður til grønlendska landstingið tann 11. mars. Tað varð samtykt týsdagin
Grønlendska landstingið samtykti týsdagin uppskotið frá Muté B. Egede, landsstýrisformanni, um at grønlendingar skulu á val um fimm vikur, 11. mars.
- Vit eru í einari álvarsamari tíð. Einari tíð, vit ongantíð áður hava upplivað í okkara landi. Tíðin er ikki til innanhýsis ósemjur, sigur Múte B. Egede.
Áðrenn valdagurin kom til viðgerðar í landstinginum, varð lógaruppskot um útlendskar pengar í politikki samtykt. Lógin bannar útlendskum pengum og dulnevndar peningagávum. Hetta fyri at verja um politiska sjálvræðisrætt í Grønlandi eftir stóra áhugan frá USA.
Landstingið samtykti hetta uppskotið við 22 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og átta blankum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Jonas Gahr Støre kunngjørdi týsdagin nýggju norsku stjórnina. Stoltenberg verður fíggjarmálaráðharri
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, og til fyri stuttum Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er ikki liðugur í politikki.
Týsdagin varð hann kunngjørdur sum nýggjur fíggjarmálaráðharri í Noregi.
Støre varð noyddur at umskipa stjórnina eftir at Senterpartiet herfyri tók seg úr stjórnini. Í Noregi er ikki møguleiki at skriva út nýval, so nú hevur Støre skipað nýggja minnilutastjórn einans við ráðharrum og -kvinnum úr Arbejderpartiet. Stórtingið skal sita valskeiðið út. Komandi stórtingsval verður í heyst.
- Tað er mær ein stórur heiður at verða biðin um at hjálpa landi mínum í hesi støðu. Eftir at hava mett um støðuna, so havi eg avgjørt at taka av tilboðnum frá Støre forsætisráðharra um at verða fíggjarmálaráðharri í stjórn hansara, segði Jens Stoltenberg í fráboðan.
Jens Stoltenberg hevur fyrr verið norskur fíggjarmálaráðharri. Tað var í tíðarskeiðinum frá oktober 1996 til oktober 1997 í stjórnini hjá Thornbjørn Jagdland.
Hann var forsætisráðharri frá mars 2000 til oktober 2001 og aftur frá oktober 2005 til 2013, tá hann máti lata landsins leiðslu víðari til Ernu Solberg. Árið eftir gavst hann í norskum politikki fyri at taka av tilboðnum um at gerast Nato-aðalskrivari, eitt embæti hann røkti í tíggju ár frá oktober 2014 til oktober 2024.
Í mars 2022 stóð honum í boði at gerast norskur tjóðbankastjóri, men hann tók ikki av, men valdi at halda fram í starvi sínum í Nato.
Jens Stoltenberg og Jonas Gahr Støre uttan fyri kongsborgina fyrrapartin (Mynd: NRK)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Men økið verður ikki ætlað til palestinar – fólkini í Gaza skulu flytast til onnur lond
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur í vikuni verið á vitjan hjá Donald Trump í Washington, og eitt av mest merkisverdastu úrslitunum av fundunum teirra millum eru nakrar rættiliga víðgongdar ætlanir hjá forsetanum.
Á tíðindafundi í Hvítu húsunum mikunáttina, okkara tíð, lyfti Donald Trump lokinum fyri eini ætlan, har USA skal taka ræðið á Gazageiranum, javna alt við jørðina og byggja upp av nýggjum. Palestinar í Gaza skulu, sambært Trump, flytast til onnur lond í Miðeystri.
- USA fer at yvirtaka Gazageiran, og vit fara at gera nakað við tað eisini. Vit skulu eiga geiran og taka ábyrgdina av at avvápna økið.
- Tá alt økið er javnað við jørðina fara vit at skapa búskaparliga menning í økinum, sum fer at geva óavmarkað tal av arbeiðsplássum og bústøðum til fólk har, segði Trump.
Tað er ikki ætlanin, at palestinar skulu búgva ella arbeiða í Gazageiranum, sum Trump sigur fer at vera ein “Riviera í Miðeystri”.
- Eg rokni við at allur heimurin, fólk úr øllum heiminum fara at seta búgv har, segði Trump.
Amerikanski forsetin heldur ikki, at Gazageirin skal vera fyri tey, sum hava búð har hesi seinastu nógvu áratíggjuni, tí geirin hevur verið eitt súmbol upp á deyða og oyðileggingar og eitt ringt stað at vera.
- Í staðin skulu vit venda okkum til onnur lond av áhuga, lond við menniskjaligum hjørtum og tað eru nógv at teimum, sum vilja gera og byggja hetta øki, og gera enda á vanlukkuni, sum fer fram har, segði Trump og vísti á, at palestinar nú venda heim aftur til Gaza, einans tí at tey ikki hava aðra staðir at fara.
Og hann legði afturat:
- Eg havi tosað við leiðarar fyri onnur lond í Miðeystri, og teir elska hugskotið. Tað hevði veruliga givið stabilitet í økinum, og tað er tað, sum skal til.
Higartil hava Egyptaland, Jordan og fleiri onnur lond í Miðeystri harðliga víst aftur at taka ímóti íbúgvunum í Gaza. Tí er tað ivasamt hvagar Trump ætlar, at hesi fólkini skulu flytast.
- Hóast tey siga nei, so havi eg eina kenslu av, at kongurin í Jordan og forsetin í Egyptalandi fara at lata hjørtu síni upp og geva okkum neyðuga landaøkið til at fáa hetta gjørt, segði Trump at enda á tíðindafundinum.
Mannarættindafelagsskapir hava longu lýst ætlanina hjá Trump at vera eitt slag av etniskari útreinsan.
Netanyahu stuðlar ætlanini
Benjamin Netanyahu tekur undir við ætlanunum hjá Trump, sambært ísraelska blaðnum Haaretz.
Netanyahu vísir á, at Trump nú flytir trupulleikan ‘á eitt hægri stig’. Trump sær eina øðrvísi framtíð fyri økið, sum hevur miðdepil fyri so nógvan harðskap og yvirgang, sigur Netanyahu.
- Trump hevur eina aðra fatan, og hon er ved at at umhugsa. Hann hevur møguleika fyri at broyta søgugongdina, segði Netanyahu.
Trump segði einki um, hvussu hann ætlar, at USA kann taka ræðið á Gazageiranum. Ógreitt er, um tað skal gerasst við valdi, men hann vísti ikki aftur at seta amerikanska herin inn.
- Viðvíkjandi Gaza gera vit tað, sum er neyðugt. Um tað er neyðugt, gera vit tað. Vit fara at yvirtaka geiran og menna hann, segði Trump.
Hetta kom óvart á fleiri eygleiðarar, eitt nú hjá CNN sjónvarpsstøðini, tí Trump í sínum valstríði hevur funnist at kostnaðarmiklum amerikanskum uppíleggingum í ófriðarlig øki í heiminum.
Kelda: Yle
Herundir nakrar myndir fram ið sjóvarmálanum í Gaza frá EPA myndatænastuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Danir umhugsa nú at lata almennan stuðul til havvindorku. Ætlanin er eisini at leggja stóru grønu verkætlanina “Energiø Bornholm” á hillina fyribils.
Tað leikar hart á á orkuøkinum bæði í Evropa og í USA fyri tíðina. Eftir útsøgnirnar hjá nýggja amerikanska forsetanum Donald Trump um, at vindmyllur eru av tí ónda og skulu jarðast sum skjótast, hava fleiri stórar altjóða vinnufyritøkur longu merkt sviðan av tí, sum eftir øllum at døma er komandi á orkuøkinum í USA.
Risastórar íløgur í serstakliga vindmyllur til havs hava fingið ein álvarsligan brotasjógv og hava longu fingið avleiðingar fyri bæði fíggjarligu úrslitini eins og fyri stjórar í hesum fyritøkum. Shell hevur júst framt niðurskrivingar í milliardaflokki vegna broyttu støðuna hjá amerikonsku stjórnini til íløgur í grøna orku, og danska stórfyritøkan og heimsins størsta innan havvindorku, Ørsted hevur gjørt tað sama. Hon hevur longu lagt frá landi í USA við stórum havvindmylnulundum, sum nú helst verða av ongum. So mikið álvarslig er støðan fyri Ørsted, at danska stjórnin, sum er ein av størstu partaeigarunum, hevur gjørt av at senda stjóran Mads Nipper til hús. Virðið á Ørsted er lækkað við 80 prosentum síðani Nipper tók við í 2021. Nýggi maðurin eitur Rasmues Erreboe og hevur arbeitt hjá fyritøkuni síðani 2012.
Aðrar danskar fyritøkur, sum koma at merkja avleiðingarnar av stjórnarskiftinum í USA er vindmylnuframleiðarin Vestas, sum longu hevur fingið fótin fastan á landi í USA men sum nú eisini skuldi til at fara til havs við sínum vælumtóktu myllum.
Umframt nýggja orkupoltikkin hjá Trump, so eru eisini hækkandi rentur og prísir ein týðandi partur av orsøkini til støðuna.
Fyri danska grøna orkupolitikkin hevur støðan longu fingið avleiðingar, nú einki felag bjóðaði uppá ta fyrstu stóru donsku vindmylnuútbjóðingina í desember í fjør.
Stjórnin hevur tí verið noydd heilt at skifta kós og bjóðar sær nú til at lata almennan fíggjarligan stuðul til komandi útbjóðingar. Higartil hevur stjórnin ikki mett, at hetta varð neyðugt. Og tað sama hevur gjørt seg galdandi í Bretlandi, har tey heilt hava broytt karmarnar fyri grønari vindmylnuútbygging til havs. Tað hava danir nú eisini funnið út av, og tí fer staturin skjótt at seta nógvar pengar av til at fáa gongd á komandi útbjóðingar. Tær báðar útbjóðingarnar, sum vórðu ætlaðar at lata upp í ár, verða nú útsettar til 2026, tí karmarnir skulu broytast.
Aftrat hesum kemur so, at stóra slagskipið í grønu donsku kollveltingini, "Orkuoyggin Bornholm", verður løgd á hillina fyribils. Har var ætlanin at byggja út eina vindmylnulund 15 kilometrar frá Bornholm, sum skuldi veita streym til 2,2 milliónir íbúgvar á Sælandi og Týskalandi. Nú verður bíðað eftir úrslitinum av týska valinum, áðrenn farið verður víðari við tí verkætlanini.
Fara vit so til grannarnar Svøríki og Noreg, so verða eisini har gjørdar stórar broytingar í grøna orkupolitikkinum. Herfyri gjørdi svenska stjórnin av at steðga eini stórari vindmylnuútbjóðing í Eystrasalti, tí hon vil ístaðin brúka stóru havøkini til hernaðarlig endamál, nú hóttanin frá Russlandi veksur.
Í Noregi fór stjórnin í tvíningar í vikuni, eftir at Miðflokkurin ikki vildi vera við til at seta í verk trý orkudirektiv frá ES. Vegna hørðu kappingina á streymmarknaðinum í Evropa við sera høgum prísum sum avleiðing hevur Jonas Gahr Støre vegna Arbeiðaraflokkin gjørt av ikki at leggja ein orkusjókaðal millum eina risastóra havvindmylnulund í Norðsjónum og evropeiska meginlandið.
Nú verður øll streymorkan flutt til Noregs ístaðin, hetta fyri at tryggja, at prísirnir ikki fara at hækka enn meira. Hinvegin hevur norskan minnilutastjórnin annars ætlanir um at økja munandi um útbygging av varandi orku um somu tíð sum skundað verður undir orkusparing og orkueffektivisering.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
- Føroyingar skulu ikki bera ótta fyri, at stóra Rosebank verkætlanin skamt frá markinum verður steðgað. Dómur sigur greitt, at útbyggingin kann halda fram verða nýggj umhvørviskrøv tikin til eftirtektar, og stjórnin gevur grønt ljós
Samrøða. Hann er ikki hvør sum helst í bretskari orkuvinnu. David Whitehouse er stjóri í meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, Offshore Energies UK, og hevur í hesum starvi ábyrgdina av meira enn 200.000 starvsfólkum í 400 limafeløgum, sum arbeiða við alt frá olju og gassi til varandi orku, goymslu av CO2 ol. Hann hevur tí eisini ein týðandi leiklut, tá tað ræður um framtíðina hjá bretsku orkuvinnuni, eisini henni, sum finst nær Føroyum, har olju- og gassleiðir hava framleitt í áratíggu, og har nýggjar eru ávegis.
Sum næsti granni Føroya og við drúgvum royndum á orkuøkinum sær hann fegin, at menningin av olju- og gassivirkseminum nærhendis Føroyum, kann hava við sær eitt samstarv tvørtur um markið við føroyskar veitarafyritøkur. Eisini havandi í huga ta sannroynd, at føroyingar vilja fáa gongd á aftur oljuleitingina, og samtíðis vilja menna varandi orkukeldur.
Her síggja vit verandi virksemi á Atlantsmótinum nærhendis Føroyum eins og tað komandi
Nú olja og gass verður framleitt í bretskum øki tætt við Føroyar, og fleiri stórar útbyggingar av nýggjum leiðum standa fyri framman, heldur hann tað eisini vera náttúrligt, at bæði londini finna gongdar leiðir til samstarv. Hann sigur, at teirra limir, sum eisini telja veitarafyritøkur av øllum slag, síggja fegnir eitt samstarv við føroyskar veitarar í bretskum øki og sipar her til áhugan hjá føroyskum fyritøkum at vera við til at veita tænastur til útbyggingina av Rosebank kelduni við markið.
Føroysk vinnunevnd á vitjan hjá oljuvinnuni í Aberdeen í 2018
Tað eru annars bara nøkur fá ár síðani, at FOÍB og Sjóvinnufelagið tóku stig til, at ein føroyskur vinnubólkur vitjaði oljuvinnuna í Aberdeen við tí endamáli fyri nettupp at kanna møguleikar fyri nýggjum arbeiðsmøguleikum og samstarvi – báðumegin markið.
Undir vitjanini vísti leiðarin fyri veitaravinnuna í NSTA, North Sea Transition Authority, Bill Cattanach á møguleikar fyri samstarvi. NSTA er almenni eftirlitsstovnurin fyri alt olju- og gassvirksemi í Bretlandi. Hann segði longu tá, at føroyskar fyritøkur skulu hava frítt at bjóða uppá tænastur í bretskum øki eitt nú í sambandi við Rosebank útbyggingina og annað virksemi eystan fyri markið. Hann helt, at framtíðin fór at fevna um “cross border cooperation” tvs. samstarv tvørtur um mark. Í tí sambandi var eisini ætlanin, at sendinevnd umboðandi skotskar veitarafyritøkur skuldi vitja í Føroyum. Korona setti tó fót fyri tí tá.
Í fjør hendi so tað, at leiðslan hjá Equinor í Bretlandi vitjaði í Føroyum til tess at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri at fáa føroyskar fyritøkur at veita tænastur til útbygging hinumegin markið. Tað vóru FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) og Sjóvinnufelagið, sum tóku stig til ta vitjanina.
Umboð fyri leiðsluna í Equinor í Bretlandi á vitjan í Føroyum í fjør (Mynd: Jan Müller)
Dómstólur: Útbygging kann halda fram
Tíðindini nú um dagarnar um, at rættur í Skotlandi, hevur gjørt av, at Equinor av umhvørvisávum skal søkja um loyvi at útbyggja Rosebank av nýggjum, lupu sum vera man m.a. hvøkk á føroysku veitaravinnuna, sum jú hevur sæð fram til nógvar spennandi arbeiðsuppgávur hinumegin markið.
Úrskurðurin hjá rættinum sigur, at Equinor skal endurskoða og uppraðfesta umhvørvispartin av Rosebank verkætlanini, tí táverandi bretska stjórnin, ið gav grønt ljós til útbygging, tók ikki við útlát frá øllum oljuvirkseminum, og tí er upprunaliga loyvið nú mett ógyldugt. Søkjast má av nýggjum. Kortini ger dómurin eisini greitt, at arbeiðið við at útbyggja bæði Rosebank og Jackdaw olju- og gassleiðina nærhendis Aberdeen kann halda ótarnað fram. Men áðrenn framleiðsla kann byrja skulu feløgini senda inn av nýggjum eina endurskoðaða umhvørvisætlan, sum myndugleikarnir so skulu taka støðu til. Henda skal so umframt útlát frá sjálvari framleiðsluni eisini innihalda útlát frá víðari nýtsluni av kolvetnum, nevnt Scope3.
Orkan.fo spurdi David Whitehouse, stjóra í OEUK, um vandi er fyri, at Rosebank verður heilt steðgað, tá avtornar. Sjálvur heldur hann ikki, at dómurin fer at steðga umrøddu útbyggingum. Feløgini skulu nú bara til at uppraðfesta umhvørvispartin og síðani liva upp til nýggju ásetingarnar.
- Eg rokni við, at hetta fer at verða avgreitt á ein pragmatiskan og skilagóðan hátt. Vit hava nú framleitt olju og gass í 50 ár og hava megnað at lagað okkum til broytingar, og tað fara vit eisini hesaferðina. Reglur og treytir skulu sjálvandi fylgjast, eisini tá talan er um útlát.
Hann vísir víðari á, at vinnan bæði globalt og í Bretlandi hevur bundið seg til at minka um útlátið, og tað fer hon at halda fram við eisini eftir, at útlát frá nýtsluni av kolvetnum skal takast við. Dómurin í skotska rættinum verður av umhvørvisfeløgum tikin sum endin á olju og gassi. Tað er stjórin í OEUK ikki samdur í.
- Hetta er als ikki endin á olju og gassi - vinnan skal bara laga sína framleiðslu til nýggju ásetingarnar frá myndugleikunum. Tvs. at vit skulu tryggja okkum, at mannagongdir eru í tráð við reglarnar.
- Vit taka umhvørviskrøvini í størsta álvara og vilja liva upp til tey. Og vit trúgva uppá, at okkara arbeiði fer at tryggja, at nýggjar verkætlanir kunnu gerast veruleiki. Stjórnin hevur so eisini lovað okkum at endurskoða og taka upp til viðgerðar meira støðugar fysiskar karmar kring vinnuna. Bæði í Norðsjonum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Hetta fyri at kunna geva vinnuni og íleggjarum meira støðug og trygg viðurskifti at virka út frá.
Framleiða sjálvi heldur enn at innflyta
Í dag stava 75 prosent av bretsku orkunýtsluni frá olju og gassi, og umleið helvtin av hesum kemur frá egnari framleiðslu.
- Skulu vit vera netto null útlátsfrí í 2050, so mugu vit eisini kunna framleiða okkara egna olju og gass fyri harvið at kunna hava eftirlit við útlátinum. Heldur enn at skula vera bundin av innfluttari orku. Verða stórar útbyggingar ikki loyvdar, merkir tað, at Bretland má til at innflyta meira olju og gass komandi nógvu árini. Tað hevur so eisini ein trygdarváða við sær.
Framleiðsluskipið, sum skjótt verður at síggja á Rosebank kelduni nær føroyska markinum
David Whitehouse heldur, at útbyggingar sum Rosebank kunnu vera við til at tryggja framhaldandi virksemi á Atlantsmótinum. Tí heldur hann eisini, m.a við tí avleiðing slík útbygging kann fáa fyri føroyska grannan, at eisini føroyingar kunnu fegnast um, at arbeiðið við Rosebank heldur fram við teimum broytingum, sum koma seinni. Tað stendur tó greitt, at endaliga orðið eigur bretska stjórnin, sum annars longu hevur boðað frá, at hon raðfestur búskaparliga menning ovast og hevur longu í tí sambandi sagt frá, at longu latin loyvi til olju- og gassvirksemi verða ikki tikin aftur. Hóast stjórnin vil banna heilt nýggjari leiting, so verða loyvi sum eitt nú Rosenank og Cambo ikki tikin aftur.
Hetta er pallurin, sum Ithaca Energy ætlar at brúka á Cambo oljuleiðini skamt frá føroyska markinum
Spurdur um framtíðina hjá hini stóru oljuleiðini, Cambo, sum liggur uppaftur nærri Føroyum, sigur hann, at brúk er fyri, at tað verða gjørdar fleiri íløgur í nýggjar framleiðandi oljuleiðir og her er Cambo ein av teimum mest týðandi. Men tað er so upp til felagið, sum eigur ta kelduna, at meta um og taka avgerð um útbygging. Sum orkan.fo skilur, so er fyristøðufelagið Ithaca í ferð við at finna útvegir fyri at útbyggja hesa stóru oljuleiðina.
Hóast partar av bretsku stjórnini hava lyndi til at vilja steðga olju- og gassvirksemi, so vísti spurnarkanning í Skotlandi herfyri, at meira enn 70 prosent ynskja, at olju- og gassvinnan heldur fram við at gera íløgur heldur enn at skula innflyta olju og gass til tess at nøkta stóra tørvin.
Nú orkurisarnir Shell og Equinor leggja saman sítt virksemi í bretskum øki, kann tað eisini fáa týdning fyri virksemið eystan fyri føroyska markið. Her síggja vit seinastu loyvini hjá báðum feløgunum við markið.
Samanlegging kann vera avgerandi
Herfyri hoyrdu vit, at stóru orkufeløgini Shell og Equinor hava avgjørt at leggja sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum saman til tess at standa sterkari. Stjórin í OEUK heldur, at slík samanlegging kann vera við til at betra um umstøðurnar, nú tað besta frá báðum feløgnum verður lagt saman. Tað kann vera við til at tryggja, at nýggjar íløgur verða gjørdar.
Síðani nýggja Labour stjórnin tók við, hevur David Whitehouse havt úr at gera at verja vinnuna og fáa Ed Miliband, orkuráðharra at viðurkenna týdningin vinnan hevur fyri framtíðina hjá Bretlandi. Miliband hevur nevniliga verið sera atfinningarsamur móti olju- og gassvinnuni. Sjálvur heldur David Whitehouse, at tað kortini hevur eydnast at betra dialogin við stjórnina og sæst tað eisini aftur í fíggjarlógarætlanini, at stjórnin hevur lurtað eftir vinnuni, men enn væntar tó í at síggja, hvørjar framtíðar ætlanir stjórnin hevur fyri vinnuni.
Ed Miliband, bretski orkuráðharrin, sum hevur roynt seta kílar í olju- og gassvinnuna. Nú fær hann kapping frá skattaráðharranum, sum setir búskaparligan framburð fram um alt annað
- Teir næstu seks mánaðirnir fara at vera sera avgerandi fyri olju- og gassvinnuna í Norðsjónum. Stjórnin sigur seg nú raðfesta búskaparligan vøkstur ovast, og tað kann hon m.a. fáa frá nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Neyðugt er at lata verandi framleiðslu halda fram eins og menna nýggjar leiðir í grannaøkjum við verandi infrastrukturi, og sum eru í tráð við umhvørvispolitikkin.
- Stjórnin hevur eisini gjørt greitt, at hon fer at stuðla verandi loyvi, og at hon tí eisini fer at virða loyvini, sum longu eru latin til eitt nú Rosebank og Cambo leiðirnar. Hetta eru m.a. gassleiðir, sum kunnu veita orku til bæði upphiting og streymframleiðslu í Bretlandi og hava tí stóran týdning fyri búskapin.
Støðug viðurskifti
Uppá fyrispurning, hvat hann heldur føroyingar eiga at gera fyri at skapa áhuga fyri oljuleiting um okkara leiðir heldur David Whitehouse, at tað snýr seg bæði um at hava trygg og støðug politisk viðurskifti, góðar fysiskar karmar og umstøður at virka undir, einum rímuligum skatti og síðani eisini at hava roynd og dugnalig starvsfólk at arbeiða í hesi nýggju vinnuni.
David Whitehouse, stjóri í OEUK hevur góðar vónir um orkuvirksemi eystan fyri Føroyar
David Whithehouse, sum er vorðin kunnugur við føroysk viðurskifti, serstakliga eftir at FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur gjørdist atlimur í teirra meginfelag fyri nøkrum árum síðani, sigur seg fegnan vilja vita meira um gongdina á orkuøkinum í Føroyum og heldur sjálvur, at kunnu føroyingar, sum vilja bjóða øki út til leiting, skapa tryggar og støðugar karmar og umstøður fyri orkufeløg at virka her, tá vil hetta kunna vera ein stórur fyrimunur fyri føroyska leiting og seinni vónandi eisini framleiðslu.
Hann leggur eisini stóran dent á týdningin, sum ein væl útbygd og nútímans føroysk veitaravinna kann hava fyri fremmanda áhugan at koma til Føroya at gera íløgur í eina komandi olju- og gassvinnu eins og íløgur í grøna orku. Hann útilokar heldur ikki sjálvur at koma til Føroya at síggja viðurskiftini her við egnum eygum og vita, hvussu vinna og myndugleikar í londum báðumeginn markið kunnu samstarva á orkuøkinum.
Orkumessan Offshore Evrope í Aberdeen
Og enn ein møguleiki fyri at kunna byggja brýr millum grannarnar er komandi altjóða orkumessan í Aberdeen, Offshore Europe, har umboð fyri orkufyritøkur av øllum hugsandi slag vísa fram og kunna um sítt virksemi. Eisini her ber til hjá føroyingum at vera partur av altjóða orkumenningini. Messan er fyrst í september.
Tað eru nøkur ár síðani, at føroyingar høvdu egnan bás á hesi messu. Eftir at oljufeløgini góvust við leitingini við Føroyar fyri meira enn 10 árum síðani, hava Føroyar ikki verið partur av Offshore Europe. Nú útlit kunnu vera til føroyska luttøku í útbyggingum hinumegin markið, og gongd møguliga fer at koma aftur á leiting í føroyskum øki, kann hugsast, at høvi aftur verður at fara til Offshore Europe. Tað fer so tíðin at vísa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Sjey heiðurslønir vórðu latnar á Ítróttafagnaðinum við Løkin
Á ítróttafagnaðinum við Løkin í Runavík farna leygarkvøld vórðu tey bestu í føroyskum ítrótti heiðrað.
Sjey heiðurslønir vóru latnar.
Bjørt í Grógv tók ímóti heiðrinum vegna Flogbóltsfelagið Ternuna (Mynd: Sverri Egholm)
Flogbóltsfelagið Ternan
Tilnevnd: Dartsamband Føroya, Hósvíkar Róðrafelag
Í tilnevningini til Ternuna varð sagt:
Í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum hevur tilgongdin seinastu verið metstór, tí felagið er merkt av opnum og inkluderandi hugburði. Málið er at gera flogbólt til eina ítrótt fyri øll – bæði børn og vaksin.
Breidd og trivnaður verða raðfest høgt, og øll kunnu luttaka og menna seg í felagnum. Eitt ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum liði fyri at skipa fyri felags kappingum og sosialum tiltøkum sum at eta og hugna sær saman. Hetta leggur lunnar undir gott samanhald og ger, at leikarar, venjarar og sjálvboðin kenna seg sum ein virknan part av einum góðum felagsskapi.
Hóast felagið er eitt av nýggjaru feløgunum í Føroyum og bara hevur virkað í knøpp 15 ár, hevur tað kortini 180 limir og lið í flestu deildunum – eisini bestu deildini hjá kvinnum og monnum.
Felagið leggur stóran dent á at styrkja ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og umstøðum, og seinasta kappingarár vinnu fleiri av ungdómsliðunum heiðursmerki. Eisini hevur verið boð eftir leikarum í landsliðshøpi.
Sjálvt tey, ið eru yngri enn 6 ár, kunnu ganga til familjuflogbólt saman við foreldrunum.
Felagið er væl skipað og kappingarárið er lagt væl til rættis – bæði tá tað kemur til dómarar, fólk at skriva upp, gera klárt osfr. Leikarar døma regluliga, tá onnur lið spæla, tí hetta styrkir felagskensluna og er eisini ein menning í sær sjálvum.
Flogbótsfelagið Ternan sameinir trivnað, samanhald og góðan ítróttaranda í øllum sínum virksemi. Tí hevur tað uppiborið heiðurin sum Ársins felagsskapur 2024.
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Tilnevnd: Mark Lausen Marcher, H71/HSF, Rógvi NIelsen, Ternan
Í tilnevningini varð sagt um Jóhan Petur Poulsen:
Hann hevur ein brennandi áhuga fyri fótbólti, og í 2024 leiddi hann Víking til FM við sínum skarpa fótbóltsheila, treiskni, áhaldni og taktiska snildni. Somu dygdir hava eyðmerkt hansara venjaragerning í Víkingi seinastu 10 árini, hóast almenningurin helst ikki varnaðist hann, fyrr enn hann gjørdist venjari hjá besta liðnum í 2020.
Men Jóhan Petur Poulsen er so nógv meira enn tað. Hann er ein felagsins maður, har samanhald er gandaorðið. Hann veit, at skal eitt miðalstórt felag, sum Víkingur, gera seg galdandi í fótbólti, so telja allir smálutir. Tú hittir hann í Víkinga-húsinum ella kring vøllin so at siga sólaringin runt, bæði til dystir og til venjingar hjá øllum liðum og árgangum í felagnum. Hann hevur fingurin á pulsinum og varnast tíðliga gávuríkar leikarar – bæði á dreingja og gentusíðuni.
Harafturat virkar hann eisini sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum og leggur dent á menningina hjá ØLLUM í felagnum – bæði breidd og elitu. Hann arbeiðir hart, er nærlagdur, seriøsur – og so hevur hann eitt ljósablátt hjarta, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av Víkingi. Hann er ein sannur fongur fyri felagið.
Fyri hetta verður Jóhan Petur Poulsen tilnevndur heiðurin sum Ársins venjari 2024.
Líggjas Joensen, svimjing
Tilnevnd: Maria Pálsdóttir Nólsoy, hondbóltur, Mia Højgaard, amboðsfimleikur
Um Líggjas Joensen varð sagt:
16 ára gamli Líggjas Joensen hevur havt einstandandi framgongd seinastu árini.
Líggjas hevur mestsum fast pláss á landsliðnum, og hann hevur havt úr at gera hetta seinasta árið. Tilsamans 34 ferðadagar hevur hann verið burtur við landsliðnum, umframt minst líka nógvar við feløgunum – fyrst Ægir í Klaksvík og síðani Aalborg Svømmeklub, har hann hevur svomið síðani í summar.
Við góðum úrsliti var hann fyrst einsamallur føroyingur til HM á langgeil í Katar. Síðani var hann við til Danish Open í apríl, har hann vann fleiri gull, silvur og bronsur. Síðani var hann til NMU í Finnlandi í juni/juli, har hann vann tvær gull, eina silvur og eina bronsu. Í november/desember svam hann til NJM, har hann vann eina gull og tvær silvur – og at enda svam hann á stuttgeil til HM í desember, har hann fekk eitt 32. pláss, sum kvalifiserar til úrval á 2. stigi. Hartil koma heiðursmerkini, hann hevur vunnið til liðkappingar.
Líggjas eigur longu fleiri føroysk met og juniormet. Nú kappast hann um metini, sum Pál Joensen eigur, og hóast tað er ein trupul uppgáva, nærkast hann í hvørjum.
Hóast sín unga aldur hevur hann svomið seg til gullnál við stjørnu hjá SSF, sum er fyri besta avrik yvirhøvur, umframt hann hann rakk 800 AQUA-stig, sum eisini er ein sjáldsamur heiður. Føroyski svimjiheimurin valdi Líggjas til ársins mannliga svimjara í 2024, umframt at hann longu í 2022 varð valdur árins stjørnuskot innan svimjing.
Fyri síni framúr góðu evni og úrslit, verður Líggjas Joensen tilnevndur til Ársins stjørnuskot 2024.
A-landsliðið hjá kvinnum, hondbóltur
Tilnevnd: Sára Maria Johansen, kappróður, Sverri Nielsen, kappróður
Um kvinnuhondbóltslandsliðið varð sagt:
28. novembur til 15. desembur luttók føroyska A-landsliðið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í einum endaspæli.
Føroyar spældu í bólki D í Basel í Sveis, og úrslitini vóru sera góð. Eitt tepurt tap móti Sveis, síðani javnt móti Kroatia og taptu at enda móti Danmark, sum rakk finaluni.
Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum og samanlagt nr. 17 av 24 londum, sum m.a. hevur við sær, at Føroyar eru styrkimett í ovara lagnum undan lutakastinum til HM play off dystirnar í apríl 2025. Tað ger møguleikan at spæla seg til HM endaspælið í 2025 munandi betri.
Støðugt fleiri kvinnur spæla hondbólt á høgum støði uttanlands. Sjey teirra, sum vóru við til EM, spæla yrkis- ella sáttmálahóndbólt í fremstu donsku deildini, sum er millum sterkastu deildirnar í heiminum.
Áhugin fyri kvinnunum er sera stórur. Flest allir føroyingar fyglja við í sjónvarpinum og miðlunum, tá ið kvinnurnar spæla, og omanfyri 400 føroyingar vóru til dystirnar og settu stóran dám á.
Kvinnurnar hava víst, at tær standa onki aftanfyri mennirnar – og tær hava prógvað, at eisini gentur og kvinnur eiga at droyma um at røkka tindunum í síni ítróttargrein og í samfelagnum annars.
Hildigarð Eliasen, ÍF
Tilnevnd: Súsanna Maria Hansen, B36, Marlon Kjærbo, Susvim
Um Hildigarð Eliasen varð sagt:
Hildigarð Eliasen hevur nógv nøvn og nógvar hattar: ÍF-kemparin, ÍF-mamman, ÍF-omman, Frú ÍF, Ársins ÍF-fjeppari, samskipari, peningarøkil, ábyrgdari av tombola – bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
Hildigarð hevur ríkað ÍF í ein mansaldur við nærveru og ágrýtni, og hon hevur altíð gjørt tað á rættan hátt – við ítróttarliga andanum í miðdeplinum.
Tað munnu vera fá í føroyska fótbóltsumhvørvinum, sum antin ikki hava hoyrt um ella havt okkurt við Hildigarð at gjørt. Hon er kend – bæði fyri sítt álvarsemi, speisemi og at hon ongantíð er bangin fyri at siga sína hugsan.
Hildigarð hevur í áravís tryggjað sær, at ÍF altíð var ein góður vertur, at dómararnir vóru í lagi og at okkurt altíð var til matna – sama um talan var um 8 ára gomul ella tey á bestu liðunum.
Hildigarð byrjaði at hjálpa til, meðan maðurin var virkin og meðan børnini spældu. Men hóast Hildigarð nú er komin væl til árs við sínum 77 árum, so loysir hon framvegis uppgávur fyri ÍF.
Aldurin er eingin forðing fyri, at hon kann samskifta við og millum tey ungu, tí hon hevur eitt ungdómmiligt sinnalag, og enn í dag merkir ÍF-nevndin hennara dygga stuðul í dagliga arbeiðnum.
Vit eru mong, sum eru errin, glað og takksom fyri tað, Hildigarð Eliasen hevur verið fyri ÍF og Fuglafjørð.
Niclas á Líðarenda
Niclas á Líðarenda hevur í eitt langt lív virkað sum fótbóltsdómari, eisini á altjóða støðu. Eftir at hann ikki longur sjálvur er dómari, er hann nú vegleiðari, tekur sær av útbúgving av dómari og virkar eisini sum dómaraeygleiðari bæði á lokalum og altjóða støði
Lea Sundberg Eliasen
Um Leu, sum er ommudóttir ítróttaeldsálina Hildigarð Eliasen verður m.a. sagt:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2025
Komandi trý árini verða tey bestu innan ítrótt fagnað í góðu umstøðunum í Varpinum í Klaksvík
Ítróttafagnaðurin tey næstu trý árini verður í Varpinum í Klaksvík.
Fríggjadagin skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, undir sáttmála um hetta.
Tað er ÍSF, sum á hvørjum ári skipar fyri Ítróttafagnaðinum, har føroysku ítróttatalentini, tey sjálvbodnu, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, verða heiðrað.
Í sínum arbeiði leggur ÍSF dent á, at ítróttafagnaðurin ferðast kring landið. Fyrsti faganaðurin verð hildin í Smæruni í Tórshavn í 2018, og síðan hevur hann eisini verið hildin Müllers Pakkhúsi, Norðurlandahúsinum, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Løkshøll í Runavík.
Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi í ÍSF, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
- Varpið hóskar seg sera væl til hýsa einum slíkum tiltaki, og tí eru vit eisini sera fegin um samstarvið við ÍSF, og gleða okkum at bjóða okkara fremstu ítróttafólkum í Varpið komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Ítróttafagnaðurin verður 7. februar 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2025
Fyrsta útgávan verður dýra biðidag, fríggjadagin 16. mai
Tórshavnar Marathon - við millum annað hálvmarathon - hevur verið í nógv ár, Klaksvík hevur sítt hálvmarathon, og so er millum annað eisini "Føroya vakrasta hálvmarathon" í Vágum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Ný Sæland hevur givið avboð til HM-endaspæl í hondbólti í summar, og tí sleppa Føroyar við
Eitt avboð ger, at føroysku U21-mennirnir í hondbólti nú allíkavæl skulu til HM-endaspælið í Polandi í summar.
Okkara vórðu júst ov stuttir í EM-endaspælinum í summar at tryggja sær HM-pláss, men hava nú kortini fingið eitt pláss, tá umboðið úr Oceania, Ný Sæland, hevur givið avboð.
Lutakastið hevur longu verið, og síggja bólkarnir soleiðis út:
Bólkur A: Noreg, Poland, Slovenia, Uruguay
Bólkur B: Eysturríki, Ungarn, Argentina, Brasil
Bólkur C: Svøríki, Japan, Suðurkorea, USA
Bólkur D: Portugal, Kroatia, Algeria, IHF Trophy vinnarin
Bólkur E: Danmark, Frakland, Marokko, Meksiko
Bólkur F: Ísland, Norðurmakedonia, Rumenia, Føroyar
Bólkur G: Týskland, Tunesia, Serbia, Sveis
Bólkur H: Spania, Egyptaland, Bahrain, Saudi Arabia
Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaðu soleiðis til EM-endaspælið í 2024, Ísland nummar 7, Norðurmakedonia nummar 9 og Rumenia nummar 16. Føroyar gjørdist tá nummar 18 av teimum 24 luttakandi londunum.
HM verður leikt í fýra býum í Polandi, Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce dagarnar 18. juni til 29. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2025
Men tað er heldur ivasamt, um Óli Mittún verður tøkur til HM-endaspælið, sum føroyska U21-landsliðið skal spæla í seinnu hálvu av juni. Hetta verður fjórða árið á rað, at hesir árgangirnir skulu spæla endaspæl
Týsdagin varð tað almannakunngjørt, at føroyska U21-landsliðið í hondbólti við monnum skal avloysa Ný Sæland í HM-endaspælinum í summar.
Umboðið úr Ocenia hevði vunnið sær pláss, men hevur givið avboð til endaspælið, sum er á skránni í Polandi í seinnu hálvu av juni mánaða.
Føroyar komu í ógvuliga truplan bólk í EM-endaspælinum fyri U20 lið í fjør. Spania gjørdist seinni evropameistari, og saman við tapinum fyri teimum, gjørdi tapið í tætta dystinum móti Fraklandi, at Føroyar ikki komu víðari úr bólkaspælinum. Liðið endaði á samanlagt 18. plássi í kappingini.
Pláss nummar 17 hevði verið nóg mikið, tí Poland, sum er HM-vertsland í ár, var millum 16 tey fremstu londini til EM. Samanlagt vóru harvið 17 evropeisk pláss til U21 HM.
Eru endaðir ovarlaga áður
Nummar 18 av teimum 24 í EM-endaspælinum sníkir seg nú við, og talan verður um fjórða av fýra møguligum endaspølunum hjá føroysku 2004- og 2005-árgangunum á dreingjasíðuni.
2022 (U18 EM) - 9. pláss (av 16) Til sína fyrstu altjóða kapping yvirhøvur - European Open varð avlýst vegna koronu - endaðu Føroyar nummar 9 í EM-endaspælinum fyri U18-landslið.
Føroyar vóru eisini í bólki við Spania og Frakland tá, umframt Svøríki. Svøríki og Spania endaðu í finaluni í kappingini, Føroyar vunnu á Fraklandi og endaðu ovast í "lægra endabólkinum" í Montenegro. Óli Mittún gjørdist EM-toppskjútti við heili 80 málum og mest virðismikli spælari í allari kappingini
2023 (U19 HM) - 8. pláss (av 32) Føroyar vóru fá sekund frá einari søguligari HM-hálvfinalu, men Egyptaland javnaði, og vann eftir longda leiktíð. Føroyar høvdu verið frammanfyri við trimum málum, tá hálvur annar minuttur var eftir.
Hetta var eitt sindur søgan um føroysku luttøkuna í Kroatia hesar august-dagar: Høgir tindar og søga, men eisini djúpir dalar. Eitt tap móti Iran í bólkaspælinum mundi spilt so at siga alt, men sigrar á Svøríki og Týsklandi (EM-silvurvinnarin og EM-bronsuvinnarin árið fyri) sendu Føroyar langt. Óli Mittún var aftur framúrskarandi og gjørdist HM-toppskjútti.
Frá at vera nær við heiðursmerk til at enda nummar átta. Endaspælið í Kroatia var flott frá føroyskari síðu - men eisini hjartaskerandi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
2024 (U20 EM) - 18. pláss (av 24) Hetta er umrøtt omanfyri. Høvdu Føroyar, ið vórðu styrkismettar í næstovasta styrkisbólki, verið nakað meira hepnir ella víst størri skerpni móti endanum móti Fraklandi, vóru teir helst endaðir í topp-10 aftur.
Harvið nøkur flott úrslit í endaspølunum, og í juni fáa 04- og 05-dreingirnir møguleikan at endurtaka/betra. Flottasta føroyska úrslitið í einum hondbóltsendaspælið var 7. plássi hjá 02- og 03-árgangunum í Týsklandi í 2023; í seinastu útgávuni av U21 HM.
Tá vóru Aleksandr Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún (partvíst) við frá yngru árgangunum. Teir hava verið stóru profilarnir á hesum liðunum, og spæla allir í svenskum hondbólti nú.
Trúgvi Hávardsson til HM-endaspælið í 2019. Bakspælarin hevur verið í rúkandi menning og er profilur hjá StÍF og í Burn-deildini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Aðrir úr sterku stammuni eru Rókur Ziskason úr H71, Tróndur Johnsson úr VÍF, Trúgvi Hávardsson úr StÍF og Búi Djurhuus Poulsen - strandingurin spælir í Grindsted, sum hevur lið í bestu og triðbestu donsku deildini.
Tað slepst ikki undan, at Óli Mittún er heilt stóra navnið. Hann er profilur á A-landsliðnum og í svensku deildini. Men júst tað, umframt at hann skal skifta til GOG í summar, er við at sáa iva um luttøku hansara til HM.
Óli Mittún hevur spælt eina rúgvu av hondbólti á høgum stigi seinastu árini, og er bert tjúgu ára gamal. Juni mánaði skuldi vera til at hava frí - kropsliga og sinnisliga - og tað er spurningurin, um slíkt skal raðfestast. Serliga tá talan er um yrkisspælara, sum eisini kann koma at spæla nógvar hálvfinalu- og finaludystir við Sävehof tíðiliga í summar.
Annar av landsliðsvenjaranum, Djóni Gaard Joensen, hevur upplýst, at úttøka er 5. mai, og at eitt pláss er tøkt til Óla.
Óli Mittún er avgjørt ein lyklaspælari fyri Føroyar og verður ein stórur profilur til U21 HM, um hann verður við (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Hjalti Mohr Jacobsen, og Djóni Gaard Joensen skulu aftur standa á odda fyri hesum árgangunum. Føroyar skulu í bólkaspælinum hitta Rumenia, Norðurmakedonia og Íslandi, og er talan um torføran bólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Fríggjadagin koma atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Niðurlond til sølu
Fríggjadagin 14. februar klokkan 10 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu.
Hetta er fyrsti landsdystur í nýggju stórhøllini við Tjarnir og møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum.
Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini.
Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur, krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 krónur, meðan eitt standipláss kostar 150 krónur. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið, sum gongur fyri seg á atgongumerki.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Frakland, Sveis, Ísland, Luksemborg og Estland eita mótstøðuliðini seinni í ár og í 2026. Hetta verður sannlíkt við nýggjum landsliðsvenjara
Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM undankapping fyri U21 landslið í fótbólti. Talan er um undankapping til endaspælið, sum verður í Albania og Serbia í 2027.
Sum heild góðu úrslitini hjá føroyska U21 landsliðnum í undanfarnu undankapping (10 stig og eitt fjórða pláss í bólkinum) høvdu við sær, at Føroyar hava flutt seg seks pláss fram á nýggjasta styrkislistanum hjá UEFA. Harvið vóru Føroyar U21 farnar úr styrkisbólki fimm upp í styrkisbólk fýra. Seks styrkisbólar vóru til lutakastið.
Tá avtornaði komu Føroyar í bólk C, saman við Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estland.
Hetta má metast at vera ein spennandi bólkur, sum hevur áhugaverdar ítróttaligar uppgávar - nakrir fínir møguleikar at fáa stig - og sum ikki hevur heilt so nógva ferðing við sær. Tað at møta elsta ungdómslandsliðnum hjá Íslandi er nakað nýtt, og kann hetta vera ein góður mátistokkur.
FSF vísir á, at av teimum fimm mótstøðulondunum hesaferð, er tað bara Frakland, ið Føroyar hava møtt áður. Tað var á heysti 2021, og tá eydnaðist eisini at fáa eitt av teimum heilt stóru úrslitunum. Fyrri dysturin, sum var spældur á Ovara vølli í Gundadali, endaði 1-1. Føroyski málskjúttin var Steffan Løkin. Seinna dystin vunnu fraklendingar 2-0.
Mynd: UEFA
Møguliga eitt nýtt venjaratoymi
Tað var Eyðun Klakstein, sum stjórnaði U21-landsliðnum í seinastu undankappingini. 52-ára gamli klaksvíkingurin var eisini við til lutakastið í Sveis, men tað er ógvuliga ivasamt, um Eyðun heldur fram í leiklutinum, hóast hann hevur sáttmála.
Sum skilst er Eyðun Klakstein fyrsta val hjá Fótbóltssambandinum til at avloysa Håkan Ericson sum fastur A-landsliðsvenjari.
Sambært okkara upplýsingum eru samráðingar so smátt farnar í gongd. Christian Andreasen, FSF-forseti, segði við bolt.fo í vikuni, at ein A landsliðsvenjari skuldi verða settur kunngjørdur í hesi vikuni.
Eyðun Klakstein var høvuðsvenjari, og Atli Gregersen var hjálparvenjari til seinastu Nations League-dystirnar í fjør (sigur í Armenia og tepurt tap í Norðurmakedónia).
Eyðun Klakstein við Atla Gregersen aftan fyri seg, undan fyrsta landsdysti sínum sum U21-landsliðsvenjari - í Klaksvík móti Andorra (Mynd: Sverri Egholm)
Byrja úti móti Estlandi
Eftir lutakastið setti londini seg saman at samráðast um dystarskránna, sum eftir lítlari løtu varð fingin upp á pláss.
Við henni er greitt, at Føroyar byrja á útivølli móti lægst styrkismetta liðnum, Estlandi, í juni og enda á heimavølli móti Íslandi í oktober 2026. Hesi londini hava Føroyar ongantíð hitt í U21-høpi.
Fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frakland kemur á vitjan. Seinast U21-liðini hjá londunum hittust, fingu Føroyar eitt minniligt stig (2021 á Ovara vølli)
Seks dystir verða spælir í 2025 og fýra dystir í 2026.
Dystarskráin 2025
07. juni: Estland – Føroyar
04. september: Ísland – Føroyar
09. september: Luksemborg – Føroyar
10. oktober: Føroyar – Frankaríki
14. oktober: Føroyar – Sveis
17. november: Frankaríki – Føroyar
2026
27. mars: Sveis – Føroyar
25. september: Føroyar – Estland
30. september: Føroyar – Luksemborg
06. oktober Føroyar – Ísland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Pætur Smith Clementsen hevur úttikið tjúgu spælarar til útidystirnar móti Slovakia og Gibraltar seinni í mánaðinum. Harímillum Heidi Sevdal, ið harvið heldur fram, og Jancy Mohr, sum ongantíð hevur verið við A-landsliðnum áður
Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið aftur royna seg í einari Nations League-kapping. Síðst í 2023 var fyrsta útgáva av kappingini hjá kvinnum. Tá spældu Føroyar fleiri heilt tættar dystir - móti serliga Kýpros og Aserbadjan - men fingu einki stig.
Hetta vil man øðrvísi hesaferð. EM-undankappingin í fjør endaði væl. Hetta við heimasigri á Montenegro og greiðum sigrum á Andorra.
Seinastu tvær kappingarnar hevur Signe Pries Andersen verið høvuðsvenjari. Samstarvið millum hana og Fótbóltssambandið endaði tó síðst í 2024, og Pætur Smith Clementsen er fyribils venjari.
Núverandi tekniski stjórin í FSF hevur áður stjórnað føroyska kvinnulandsliðnum. Nú hevur Pætur Clementsen tikið 20 spælarar út til fyrstu dystirnar í Nations Lague.
Fríggjadagin 21. februar klokkan tekur Slovakia ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava, og fýra dagar seinni, týsdagin 25. februar, spæla Gibraltar og Føroyar á Europa Point Stadion.
Slovakia er hægst styrkismetta liðið í bólkinum - Gibraltar tað lægsta. Føroyar og Moldova liggja í millum har.
- Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova nummar 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at av teimum 20, ið eru boðsendar hesaferð, er eitt spildurnýtt navn í hópinum. Talan er um Jancy Mohr úr KÍ. 19-ára gamli miðvallarspælarin hevur seinastu árini verið føst á KÍ-liðnum
Jancy Mohr við bóltinum fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hópurin til fyrstu Nations League-dystirnar:
Gunnvá Lützen, HB (málverji)
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ (málverji)
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
Allar á føroyska liðnum eru í uppstartinum av kappingarárinum. Talan er sum heild um eitt ungt lið.
Aldursforsetin er Heidi Sevdal. Eftir at greipan kom í hús í fjør, segði NSÍ-profilurin og ársins spælari við Kringvarpið, at hon við 90 prosent vissu fór at gevast at spæla fótbólt. Sum tað sær út skal Heidi, ið er metmálskjútti á A-landsliðnum, tó spæla A-landsdystir seinni í februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Víkingur er greitt besta umboðaða felagið við fimm spælarum. Føroyar skulu spæla móti Gibraltar og Armenia síðst í mars og móti maltesisku vertunum 1. mars
Christian Høgni Jacobsen tók við sum venjari hjá U16 og U17-dreingjalandsliðunum eftir Fróða Benjaminsen í fjør.
Hann hevur nú úttikið hópin hjá U17-landsliðnum, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta.
Tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Malta. Umframt Malta og Føroyar, vera Gibraltar og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 24. februar til 1. mars.
Í hópinum er 18 spælarar. Allir, uttan ein, spæla til dagliga í Føroyum. Átta føroysk feløg eru umboðað - harav er Vìkingur greitt best umboðað við fimm spælarum.
Hópurin hjá Føroyum:
Dennis Anghel, B36
Samuel Ierulli, B36
Jákup Kristiansson Poulsen, B68
Tobias Bergkvist, B68
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Hákun Rask Olsen, HB
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Dánjal Muller, KÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Dávid Jørginsson, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Dystarskráin
24. februar: Gibraltar – Føroyar
26. februar: Føroyar – Armenia
01. mars: Malta – Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
- Hann kann ikki spæla við okkum um vikuskiftið, og ikki venja við næstu tíðina. Hann noyddist til Keypmannhavnar eftir pappírum, og vit royna at nýta "fast track-skipanina", greiðir venjarin hjá Geza í Grimsby frá
Eftir tógvið stríð og langa bíðitíð fekk Geza David Turi í desember 2024 endaliga váttan um, at hann er danskur ríkisborgari. Hetta ger, at gávaði miðvallarin nú er tøkur fyri føroyska landsliðið, og hetta lat í veruleikan hurðina upp fyri, at Geza fór at hava heimavøll aðrastaðni enn í Gøtu.
Fyri viku síðani varð skiftið til Grimsby Town kunngjørt, men hóast Grimsby hevur dyst móti Carlisle í dag, og nýggi spælarin hevur sáttmála, so er Geza Turi ikki tøkur: 23-ára gamli føroyingurin upplivir aftur ávísar trupulleikar við sínum pappírum, og noyddist hann ein túr til Danmarkar hósdagin.
- Vit bíða enn eftir hansara "visum". Hann er í Keypmannahavn í dag, tí hansara pass ikki er "talgilt" (biometric). Unnusta hansara fleyg til Keypmannahavnar við pappírum úr Føroyum. Hann kemur so aftur í kvøld við teimum, greiddi David Artell, venjari hjá Grimsby Town, frá á tíðindafundi hósdagin, tá venjarin varð spurdur inn til støðuna viðvíkjandi Geza Turi.
Tað er ein heldur margháttilig støða, ið vónandi ikki verður langdrigin fyri nýggja spælaran hjá Grimsby. Hetta er tó ikki ein so heilt óvanlig støða; vit síggja millum annað, at tá spælarar koma til Føroyar ella onnur lond eru øll loyvi ikki komin heilt uppá pláss, og at teir ikki kunnu spæla beinanvegin.
Sum skilst kann tað taka nakrar vikur at fáa uppá pláss, men í Grimsby er vónin, at man kann stytta um tíðina til neyðuga arbeiðsloyvi/ítróttaloyvi er har.
Geza David Turi skrivaði í síðstu viku undir tvey og eitt hálvt ára sáttmála við liðið í fjórðbestu ensku deildini, sum er eitt fulltíðar yrkisfelag.
Sí eisini: Geza kunngjørdur í Grimsby
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2025
21 ára gamli miðvallarin, sum er uppvaksin í B36, fer at royna seg í Runavík næstu tvey árini
21 ára gamli miðvallarin, Emil Weihe Joensen, skrivaði í vikuni undir tvey ára sáttmála við NSÍ.
Miðvallarin er uppvaksin í B36, og hevur hann m.a. spælt 92 dystir í bestu deildini, har hann hevur umboðað feløg sum ÍF, Skála, B36 og EB/Streym.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hóast sín unga aldur, so hevur hálvi glyvramaðurin spælt nógvar dystir í bestu deildini, har hann eisini hevur spælt seks Conference League dystir fyri B36.
Eisini hevur hann umboðað Føroyar á U17, U19 og U21 landsliðunum.
- Í gulu blusuni gleða vit okkum at síggja ein mann, sum altíð hevur rætta hugburðin, arbeiðir hart og hevur góð evnir við bóltinum, sigur NSÍ.
Felagið sigur, at Emil Weihe Joensen longu er byrjaður at venja við felagnum, og verður væntandi longu á vøllinum í dag tá FC Suðuroy er á vitjan við Løkin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2025
Stríðsfúsi miðvallarin hevur so at siga ikki spælt fótbólt í hálvtannað ár. Annars drúgvi vágamaðurin hevur verið skaðadarvaður, men hevur nú skrivað undir sáttmála við B36 fyri 2025
Hann kom til B36 úr barndómsfelagnum 07 Vestur í 2014, og var skjótt við til at vinna tvey føroyameistarheiti. Í 2015 hevði hann stóran leiklut á FM-liðnum.
Síðani hevur Eli Falkvard Nielsen í stóran mun verið fastur fúsur sum verjukendur miðvallari hjá B36. Hesa tíðina hevur Eli verið við til at vunnið finaluna um Løgmanssteypið í (2018) - var skaddur í 2021 - og spælt seg víðari í Evropa níggju ferðir samanlagt.
Eli spældi við í teimum seks evropeisku dystunum hjá B36 í 2023, men síðani spældi hann bert einar tíggju minuttir - í einum dysti - restina av árinum. Miðvallarin hevur verið skaðadarvaður seinastu árini, og síðani 2023 hevur tað verið í hælsinuni.
Eli Falkvard Nielsen skoraði annað málið í longdu leiktíðini í Estlandi í 2023, tá B36 spældi seg víðari úr 1. umfari í Conference League (Mynd: Ingi Arge)
Hetta hevði við sær, at Eli Falkvard Nielsen als ikki spældi í 2024, men nú er hann aftur. B36 boðar frá, at vágamaðurin hevur tikið gaggurnar fram aftur og gjørt sáttmála við felagið fyri 2025.
Nú verður talan um heldur øðrvísi B36-lið enn undanfarin ár, sum Jákup Martin Joensen í ár fer at stjórna.
Mynd: Fótbóltsfelagið B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2025
Orkuríki 22-ára gamli trongisvágsmaðurin hevði stóran leiklut á liðnum í fjør. Tað verður møguliga lagt meira afturat hópinum á Eiði í næstum
Sum Portalurin skrivaði um fyri tveimum vikum síðani, so skal Jens Erik Bruhn eisini spæla fyri EB/Streym í 2024.
Hetta kunngjørdi EB/Streymur endaliga týskvøldið í hesi vikuni.
Sum skilst hevur greiða skula fingist á ymiskum viðurskiftum við millum annað TB, sum gjarna vildi hava Jens Erik Bruhn aftur til barndómsfelagið. Í fjør leigaði EB/Streymur vongin/bakkin frá aldrusforsetanum.
Í EB/Streymi vóru tey ógvuliga fegin um kvika mannin úr Trongisvági, og setur heimasíðan hjá felagnum soleiðis orð á hansara leiklut í 2024:
- Jens Erik spældi ein stóran leiklut á EB/Streymaliðnum í fjør, har hann spældi 26 dystir í landskappingini og tveir dystir í steypakappingingi. Jens Erik var saman við Emil og Filip leikarin við næstflest málstigum (9) farna kappingarár. Tað bleiv til 4 mál og 5 upplegg hjá arbeiðssama trongisvágsmanninum.
- Eg eri spentur uppá nýggja kappingarárið og vónandi kunnu vit byggja víðari uppá endaspurtin í fjør, sigur Jens Erik í viðmerking.
Sáttmálin millum Jens Erik og EB/Streym er galdandi fyri kappingarárið 2025. Tað er tó ein møguleiki fyri, at maðurin, sum var fastur partur av U21-landsliðum seinastu árini, fer av landinum í lestrarørindum í summar.
Emil, sum EB/Streymur nevnir omanfyri, er Emil Weihe Joensen. Miðvallarin hevði stóran leiklut í 2024. Hann hevur vant við og spælt ein venjingardyst í ár. Sáttmáli er tó ikki gjørdur enn, og hevur 21-ára gamli miðvallarin sum skilst møguleikar aðrastaðni í Betrideildini.
EB/Streymur hevur í vetur millum annað fingið tríggjar spælarar úr NSÍ, Búa Egilsson, Meinhard Geyti og Mórits Heina Mortensen, og fær helst onkran styrk aftruat - serliga um Emil Weihe Joensen ikki skrivar undir aftur við felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
KÍ víðkar nevndina við tveimum limum. Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim leggjast afturat nevndini sum nú telur níggju. Roknskapurin í fjør vísir eitt undirskot upp á 1,9 milliónir krónur
Á ársaðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi hóskvøldið varð nevndin víðkað við tveimum limum, so hon nú telur níggju.
Í uppskoti vóru Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim, og tey komu bæði inn.
Í KÍ-nevndini eru nú Tummas Lervig, Rúni Heinesen, Kaj Dam, Sølvá J. Joensen, Hilmar Danielsen, Eyðstein Ó. Poulsen, Rói Clementsen, Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim.
Starvsnevndin skipaði seg eisini á fundinum, og greitt er, at Tummas Lervig heldur fram sum formaður og Rúni Heinesen sum næstformaður.
Sambært Norðlýsinum vísti roknskapurin eitt hall upp á 1,9 millión krónur fyri í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Heldur ikki Kroatia megnaði veruliga at bjóða Danmark av, og liðið hjá Nikolaj Jacobsen - við millum annað Jóhan á Plógv Hansen á vøllinum - skrivaði hondbóltssøgu
Í 2008 gjørdist Danmark evropameistari og vann steyp á manssíðuni á fyrsta sinni. Hetta var við finalusigri á Kroatia í Noregi.
Nú eru 16 ár liðin, og danir eiga nú samanlagt átta gull í stórum kappingum í manshondbólti (EM/HM/OL)
Nummar átta hjá monnum var samstundis fjórða heimsmeistaraheiti á rað. Hetta hevur eingin avrikað áður. Hetta gullið kom - eins og ta fyrsta - í hús við finalusigri á Kroatia í Noregi.
Ongantíð veruliga nakar ivi
Kroatia stríddi seg væl í finaluna við minniligum sigrum á heimavølli, og liðið hjá Dagi Sigurðssyni royndi veruliga í finaluni sunnudagin. Eftir stórar trupulleikar við at skora fyrstu løtuna, komu kroatar betri við, og tað var bert eitt mál á muni, tá ein lyklaspælari fekk beinleiðis reytt kort.
Marko Mamic hevur spælt leiklutin sum 1'ari - álopskendur verjuspælari mitt fyri - framúr væl í HM-endaspælinum. Men eftir tjúgu minuttir gjørdi hann alt ov nógv av í roynd at steðga Rasmus Lauge. Mamic tók um hálsin á dugnaliga danska spælskiparanum frá síðuni/hálvgum aftanfrá, og eftir at dómararnir høvdu hugt eftir videoupptøkunum, var eingin ivi.
Tað var heldur rokaligt til tíðir í fyrra hálvleiki. Kroatar nýttu sína kropsligu styrki - í summum førum ov nógv (Mynd: EPA)
Kroatar vóru í løtum ónøgdir við spanska dómaraparið, men sum heild var bara ov stórur munur. Í steðginum var 16-12 til Danmark, sum fekk álopsspælið betri í gongd eftir reyða kortið. Kroatar fingu hinvegin einki at rigga tíðliga í 2. hálvleiki, og tá hallarurið vísti 40.00 var støðan 24-14.
Harvið var brekkan ov tung hjá kroatum. Danmark hevði helst fingið samanlagt størri mótsstøðu, um finalan hevði verið spæld í Arena Zagreb - ella um Frakland hevði verið mótsstðuliðið. Men sum heild hevur eingin verið nær við liðið hjá Nikolaj Jacobsen. Gott kroatiskt stríð, og eitt danskt lið sum fór nakað niður í ferð seinastu tjúgu minuttirnar, gjørdu at munurin í dag gjørdist seks mál. Tað er minsti sigurin hjá dønum í endaspælinum.
Jóhan, Jacobsen og Duvnjak
Jóhan á Plógv Hansen átti sín leiklut í finalusigrinum. Havnarmaðurin á høgra vongi skoraði trý mál uppá fýra skot og er nú - eins og fýra viðleikarar og Nikolaj Jacobsen - ferfaldur heimsmeistari. Jóhan og Nikolaj hava ongantíð tapt ein HM-dyst.
Tað sama er galdandi fyri fleiri aðrar leikarar. Millum annað Mathias Gidsel, mest virðismikla spælara (MVP) og toppskjútta í finaluni og í kappingini, og greitt besta málverjan í HM, Emil Nielsen.
Mathias Gidsel spældi eina framúr HM-finalu við tíggju málum og fýra uppleggum (Mynd: EPA)
Domagoj Duvnjak hevur havt eina frálíka tíð á kroatiska landsliðnum við nú níggju heiðursmerkjum. Tíverri fyri hann hevur einki verið úr gulli, og heldur ikki í seinasta landsdystinum hjá Kiel-spælaranum eydnaðist tað. Sum eitt plástur á sárið slapp hann at seta punktum í Unity Arena við síðsta málinum: 32-26 og nakað seinni kundu danir aftur lyfta tunga og gylta steypið.
HM-finalan í manshondbólti 2025
Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
Danmark - Kroatia 32-26 (16-12)
Frakland vann spennandi hálvfinaluna á Portugal við einum máli. Harvið eyndnaðist tað ikki Portugal at vinna sítt fyrsta heiðursmerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2025
Jóhan á Plógv Hansen er uppvaksin í Kyndli - sunnukvøldið skoraði nú 30-ára gamli høgri vongurin trý mál í HM-finaluni í Oslo, og hevur nú vunnið fýra heimsmeistaraheitið á rað við Danmark. Hetta er søguligt
Hann flutti sum 16-ára gamal til Skanderborg fyri at ganga á hondbóltsskúla og spæla í Skanderborg. Evnini vóru eyðsæð, og skjótt vildi serliga Ulrik Wilbæk hava hann at spæla landsliðshondbólt fyri Danmark.
Tá var landsliðsarbeiði í Føroyum óstøðugt. Føroyar fóru aftur at spæla í undankapping í 2017 - í 2015 fekk Jóhan á Plógv Hansen sín fyrsta A-landsdyst fyri Danmark.
Níggju og eitt hálvt ár seinni stendur havnarmaðurin, sum millum annað eisini hevur røtur í Vágum, sum ferfaldur heimsmeistari: Jóhan hevur nú spælt í fýra HM-endaspølunum kundu flúgva heim úr Noregi við sínum fjórða HM gullheiðursmerki.
Heilt serstakt avrik
Jóhan á Plógv Hansen, Simon Hald, Mads Mensah Larsen, Magnus Landin og Henrik Mølgaard eru teir fimm spælararnir, sum nú hava vunnið fýra HM á rað. Hetta hava eingir hondbóltsspælarar í heimssøguni verið við til áður.
Nikolaj Jacobsen tók við sum venjari í 2017, og hevur ongantíð tapt ein HM-dyst sum venjari. Jóhan á Plógv Hansen hevur heldur ikki tapt nakran HM-dyst enn.
Tað eru eisini fáir í hesum "felagnum av ferfaldum heimsmeistarum". Daniel Narcisse og Nikola Karabatic eru millum teir fraklendingar, sum hava fýra heimsmeistaraheiti (ikki fýra á rað). Málverjin Thierry Omeyer er tann einasti, sum hevur fleiri enn hetta: Franski málverjin hevur fimm heimsmeistaraheitið.
Gjørdi sítt í finaluni
Jóhan á Plógv Hansen hevur havt ein heldur serstakan leiklut í endaspælinum. Nikolaj Jacobsen nýtir fyrst og fremst Niclas Kirkeløkke sum høgra vong. Hann er annars høgri bakkur, men serligu styrkirnar í verjuni og møguleikin Kirkeløkke gevur Danmark, at "hvíla" Mathias Gidsel í verjustøðu, hava gjørt sítt til, at Danmark seinastu endaspølini fyri tað mesta spæla uttan ein nátúrligan høgra vong.
Harvið er Jóhan, sum er einasti "veruligu" høgri vongur í HM-hópinum, inn í millum avloysari, og hevur 30-ára gamli Flensburg-Handewitt spælarin eisini spælt í fleiri yvirtalsstøðum hjá Danmark. Sum heild hevur vongurin, sum er við at finna aftur móti sínum toppstigi, tikið heilt væl av hesum støðunum seinastu vikurnar.
Jóhan á Plógv Hansen fekk nakrar slíkar støðu í finaluni, og spældi eisini seinastu stóru 15 minuttirnar, meðan Danmark koyrdi finalusigurin móti Kroatia heim.
Samanlagt fekk havnarmaðurin fýra bóltar út á høgra vong í finaluni í Oslo. Jóhan á Plógv brendi fyrsta skotið, sum var í fyrra hálvleiki, tá hann rakti stongina. Men í 2. hálvleiki var nummar 26 ísakaldur, og serliga annað av teimum trimum málunum var ógvuliga frekt.
Trý mál í HM-finalusigri nummar fýra á rað hjá Jóhan á Plógv Hansen og danska liðnum. Flott og sannførandi avrik samanlagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2025
Samanlagt ellivu flogbóltsfinalur skulu spælast í " best egnaðu flogbóltshøllini í landinum í løtuni" - ellivu feløg eru umboðað
Hetta vikuskiftið skulu steypavinnararnir í Bónuskappingini fyri yngri flogbóltslið finnast. Tær verða alar spældar í høllini inni í Dal á Sandi.
Flogbóltssamband Føroya skrivar, at nú áðrenn høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Taraflex gólvi verður lagt á.
Samanlagt ellivu finalur verða spældar í dag og í morgin.
Feløgini, sum verða umboðað í finalunum fyri yngru leikarar eru TB, SÍ, ÍF, Mjølnir, Ternan og Fleyr.
- Hetta er ein stórur dagur fyri okkara ungu flogbóltsleikarar og vóna vit, at nógv viðhaldsfólk koma at stuðla leikarunum á teirra stóra degi, skrivar FBF.
Yvirlit yvir finalurnar:
Leygardagur 8. februar 2025
Klokkan 10 - Gentur 12: SÍ-TB
Klokkan 11.15 - Dreingir 12: ÍF-TB
Klokkan 12.30 - Gentur 14B: TB b-Mjølnir/Fleyr
Klokkan 14 - Gentur 14A: TB a-SÍ
Klokkan 15.30 - Gentur 19: Mjølnir-Fleyr
Klokkan 17 - Gentur 16B: Ternan-Fleyr
Klokkan 18.30 - Mansunglingar: SÍ-Mjølnir/Ternan
Klokkan 20 - Kvinnuunglingar: Mjølnir-SÍ
Sunnudagur 9. februar 2025
Klokkan 13 - Dreingir 14: Ternan-ÍF
Klokkan 14.30 - Dreingir 17: SÍ-ÍF
Klokkan 16 - Gentur 16A: Mjølnir-SÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2025
Hetta eftir 3-0 sigurin á KÍF týskvøldið. Tað líkist meira og meira FM-finalum millum Fleyr og SÍ
Hotel Djurhuus-deildin:
Týsdagin 4. februar í Høllini á Hálsi
Fleyr – KÍF 3-0 (25-23, 25-10, 25-9)
Við fimm stigum upp til Fleyr á øðrum plássi undan dystinum týskvøldið, var sigur til kollfirðingar krav, um teir skuldu gera sær vónir um at koma í FM-finalurnar í Hotel Djurhuus deildini í flogbólti. Men tann vónin brast eftir stuttari løtu, tí Fleyr vann 3-0. Í øðrum og triðja setti var talan um avsmurning.
Tó bendi einki á avsmurning í fyrsta setti, sum til endans gjørdist rættiliga spennandi. Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 5-3, vann Fleyr teir næstu fimm bóltarnar, og fór framum 8-5. Kortini megnaði Fleyr ikki rættiliga at slíta seg leyst fyrr enn seinna helming av settinum, tá Fleyr fyri fyrstu ferð legði seg á odda við fýra stigum. Settið tóktist at vera komið undir land, tá støðan gjørdist 23-18, men við góðum endaspurti kom KÍF upp á bæði 22-23 og 23-24, men Fleyr vann settið 25-23 við seinna settbóltinum eftir smassj frá Hannu Andriasdóttir Olsen.
Spenningurin, sum fyrsta settið legði upp til, hvarv tó fullkomiliga í teimum báðum næstu settunum, tí KÍF fall púrasta í fátt. Eftir stutta løtu í øðrum setti hevði Fleyr lagt seg á odda 8-2, og tann munurin bara vaks, so hvørt sum settið leið, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-10.
Sama gongd var í triðja setti, har Fleyr legði seg á odda 7-0 eftir góðar servur frá Brynju Jákupsdóttir, sum tó eisini var heppin við tveimum netrullarum. Lítla løtu seinni var 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-9.
Við teimum trimum stigunum týskvøldið er mest sum vist, at tað verður Fleyr, sum fer at spæla FM-finalur ímóti SÍ í mars. Spælt verður best av trimum dystum. Fremsta liðið í landskappingini hevur heimavøll í fyrstu finaluni og aftur í einari møguligari triðju finalu.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini (kvinnur):
Komandi dystir:
Í dag, 8. februar, kl. 14: Mjølnir - TB í Badmintonhøllini í Klaksvík
Í morgin, 9. februar, kl. 13: KÍF - SÍ í høllini í Kollafirði
Polestar-deildin, menn:
Í dag, 8. februar kl. 17: Mjølnir - Ternan í Badmintonhøllini í Klaksvík
Í morgin, 9. februar, kl. 16: ÍF - SÍ í Fuglafirði
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2025
Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarar til ungdómskapping í íslendska høvuðsstaðnum
Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarar til ungdómskapping í Reykjavik.
Leikarar úr Havnar Badmintonfelag luttóku í øllum aldursbólkum, og við ferðalagnum vóru venjararnir Aksel, Erland og Wong.
Wong hevur seinastu árini ment badminton ítróttina nógv, og sæst tað aftur í góðu úrslitunum í Reykjavík, og ikki minst í longu bíðirøðunum, sum Havnar Badmintonfelag hevur frá fólki, sum ynskja at sleppa at venja badminton í Havn.
Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 1. og 2. februar, var liðug, høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.
Hesi vunnu heiðursmerkið
U13
Ida Thomsen, silvur í einmansleiki kvinnur
U15
Tóra Erlandsdóttir, gull í einmansleiki kvinnur
Elisa Niclasen, gull í B finaluni, einmansleikur kvinnur
Rósa G. Sødergren silvur í B finaluni, einmansleiki kvinnur
Tóra Erlandsdóttir og Brynja á Borg, gull í tvímansleiki kvinnur
Tóra Erlandsdóttir og Óðin Eldevig, gull í blandaðum tvímansleiki
U17
Sarita Kvilt, silvur einmansleiki kvinnur
U19
Birna K. Jacobsen, silvur í einmansleiki kvinnur
Julianna í Heiðunum og Eira Á. Petersen, silvur í tvímansleiki kvinnur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025
Føroyskir ungdómsleikarar vingu góð úrslit í Spar Nord Cup í Roskilde
Seks føroyskir ungdómsleikarar í borðtennis luttóku farna vikuskiftið í Spar Nord Cup í danska býnum, Roskilde. Føroysku leikararnir vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.
Úrslitini vóru góð, og tað bleiv til fýra føroysk heiðursmerki.
Elsa Kathrina Gisladóttir vann eitt gull, og Rasmus Teitsson í Skorini vann tvey gull og eina bronsu. Elsa Kathrina vann Dame Ungdom B, meðan Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A og Herre Junior C, og bronsu í Drenge B.
Allan leygardagin og nakað út á sunnudagin var Rasmus ikki til at steðga, og 12 ára gamli hoyvíkingurin vann 17 út av teimum fyrstu 17 dystunum, eitt nú ímóti fleiri av stinnastu donskuleikarunum í aldursbólki hansara, sum er U13.
Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur hevur megnað at vunnið gull í einari danskari A-kapping, og bara aðru ferð yvirhøvur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2025