Leygardagur 25. Jan 2025 | Nr. 4 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 35
SíÐa 3
SíÐa 38
SíÐa 2
SíÐa 47
SíÐa 59
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Okkurt bendir á, at øðrvitistos hjá einum afturvaldum amerikanskum forseta fær ávirkan á okkara leiðum. Ja, tað sær út til, at útsøgnirnar hjá Trump forseta kunnu gerast orsøk til, at politisku flokkarnir herheima finna fram til eina tjóðarsemju um, hvussu vit kunnu normalisera viðurskiftini millum londini í núverandi ríkisfelagsskapi.
Sambandsflokkurin hevur loftað løtuni, og fekk endiliga aktivera projektið, sum flokkurin flotaði í fjørsummar, kallað ‘Nýtt Samband’. Høvuðsboðskapurin var, at Sambandsflokkurin ynskir eina nýskipan av ríkisfelagsskapinum, og vil heldur, at Føroyar gerast ‘eitt sjálvstýrandi land í ríkinum’.
Hóskvøldið skipaði flokkurin fyri pallboðskjaki, og hinir flokkarnir tóku av innbjóðingini. Onkur hevur spátt, at hetta kann gerast startskotið til, at okkurt nú veruliga fer at henda í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Serliga eisini tí, at Tjóðveldið við nýggju forkvinnuni eisini hevur latið hoyrt frá sær, og tað, sum forkvinnan nú sigur, vísir seg at verða framborið markant øðrvísi enn hvat undanfarni formaðurin í fjórðingsøld hevur sagt.
Tjóðveldi er farið frá sínum alt-ella-einki-politikki og sigur nú, at alt, ið kann føra okkum nærri loysingini, er ein gongd leið, og at tað vil flokkurin vera við til at fremja.
Hetta eru heilt nýggir tónar, sum bera boð um at møguleiki átti at verið at funnið fram til eina breiða semju.
Tí veruleikin er tann, at vit eru komin so langt á sjálvstýrisleið, at tað ikki er nógv bond eftir, sum halda okkum fast knýtt at Danmark.
Veruleikin er eisini tann – og hetta er nakað, sum veruliga er vorðið alsamt greiðari hesi seinastu árini – at tað nú er Danmark, sum av øllum alvi roynir at halda upp á ríkisfelagsskapin, meðan tað her heima alsamt er vorðið greiðari fyri okkum, sum her búgva, at tað ikki er lívsneyðugt fyri okkum at varðveita núverandi tilknýtið til Danmark.
Sæð í ljósinum av orðaskiftunum, sum hevur verið í Grønlandi, nú USA vísir seg at vera meira áhugað í Grønlandi, enn tey halda gott vera í Keypmannahavn, so kunnu vit eisini rokna við, at okkara egna heimastýrisskipan heldur ein góðan kurs.
Vit kundu eisini – eins og grønlendingar – farið út á altjóða (spot(t))marknaðin og spurt: Hvør bjóðar seg til at yvirtaka veitingina, sum vit fáa úr Danmark? Og hvat krevja tit afturfyri?
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat úslitið av tí hevði verið.
Hetta, við at bjóða seg fram til hægstbjóðandi, verður tó á ongan hátt viðmælt. Tí tað eru vandamikil og ódemokratisk rák at hóma rundan um okkum. Tey stórveldi, ið kundu hugsast at verið mest áhugað, eru ódemokratisk einaræðisveldi (USA íroknað hesi komandi fýra árini), sum á ongan hátt høvdu verið gagnlig fyri okkara livilíkindi og menning.
Tí hastar tað at finna tjóðarsemjuna.
Danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding hevur keypt 80 prosent av føroysku byggifyritøkuni. Verandi leiðsla heldur fram til 1. oktober í ár
Ein stórur partur av stóru føroysku byggifyritøkuni Articon verður seldur til Danmarkar.
Avtala var mánadagin gjørd um, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S, ið er skrásett á danska keypsskálanum, saman við leiðslubólkinum í Articon ger íløgu í Pf. Articon. Frameftir fer Aarsleff at eiga 80 prosent, leiðslubólkurin 10 prosent og verandi eigarar 10 prosent.
Articon sigur í tíðindaskrivi, at Per Aarsleff Holding A/S í fjørsummar setti seg í samband við Articon og boðaðu frá, at tey vóru áhuga at seta pengar í Articon.
- Hetta setti ferð á tankarnar, sum hava verið eina tíð, um framtíðina hjá felagnum og eftir nakað av samskifti, var niðurstøðan, at her kundi vera talan um ein spennandi møguleika at framtíðartryggja Articon, verður sagt í tíðindaskrivi.
Verandi eigarar meta, at hetta er tann besta loysnin at tryggja eina mennandi framtíð fyri Articon.
Verandi leiðsla heldur fram til 1. oktober í ár, tá leiðslubólkurin, sum er Sunnvard Andreasen, Torleif Waagstein og Christian Danielsen taka yvir. Sunnvard verður stjóri (CEO), Torleif rakstrarstjóri (COO) og Christian fíggjarstjóri (CFO). Eftir hetta halda Jón Sigurdsson og Niclas Joensen fram sum nevndarlimir.
Pf. Articon hevði í 2023 eitt avlop upp á 29,2 milliónir.
Tey 80 prosentini, sum danska byggifyritøkuna Per Aarsleff Holding A/S, hevur keypt í Articon, kostaðu 144 milliónir krónur. Tað upplýsir Per Aarsleff Holding A/S fyri keypsskálanum mánadagin.
(Savnsmynd: Articon)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
- Jú, hara kann vera nógv meira enn rómasós við waldorfsalati og kókaðum eplum. Tað hevur Áarstova hervið prógvað
Hyggur tú í Mariusarbók, skal hon fyrst hanga í átta samdøgur, liggja í mjólk í 12 tímar og síðan spekkast við fleski, brúnkast og kókað í fimm korter. Sirka. Hyggur tú í bókina hjá Jonhild er tað uppaftur einfaldari: Vera so fesk sum møguligt, kóka í róma í ein tíma og tað er stórt sæð tað.
Lat okkum siga tað beinanvegin. Soleiðis ger Jógvan ikki.
Jógvan S. Rasmussen er høvuðskokkur í Áarstovu
Jógvan S. Rasmussen, høvuðskokkur, sum hetta vikuskiftið bjóðar til harukvøld í Áarstovu í Havn. Tað er rættuliga langt frá kokkakynstrinum hjá Mariusi og Johhild – uttan at gera mismun – til Jógvan í Áarstovu.
Lat okkum siga, at Jógvan’sa hara er eitt sindur meira avanserað – og avbjóðandi.
Áarstova bjóðar haru í fýra ymiskum, og sera ymiskum, variantum. Haran er fingin frá veitara í Eysturoynni. Hon er flett fesk og fryst beinanvegin, og ikki ræsað – hvørki við ella uttan innvølum og skinni, áðrenn hon verður hagreidd til mannaføði.
Villini kjøt til kræsnar gómar
Hara er einasta villinidýr á landi, sum vit hava møguleika fyri at veiða og eta í Føroyum. Men hon er ikki gomul her á landi. Sambært Mariusarbók varð kom hon fyrstu ferð higar til lands í 1855 og slept út í Kirkjubøhaga.
Síðan er hon veidd og skotin í hópatali í Føroyum. Tíbetur nørist hesin kviki fýrbeinti gnagarin væl í Føroyum, og sambært Eyðfinni haruteljara, vóru næstan 6.000 harur skotnar í vetur í harutíðini frá 2. november og fram til nýggjárs.
Av onkrari orsøk, verður haran hvørkið turkað, saltað ella ræsað, eins og vit hava gjørt við so nógv annað slag av kjøti í Føroyum. Kanska er tað tí, at haran er ein nýggj, innræsin (?), vera í føroysku náttúruni.
Jógvan kokkur á Áarstovu var ‘lokkaður’ til at avtaka ein part av ársins veiði, og harvið hagreiða hetta villini kjøt til kræsnar gómar heima í Havn. Og hetta vikuskiftið varð so borðreitt.
Fyrsta borðreiðingin var í gjárkvøldið, fríggjakvøldið, og síðan verður aftur bjóðað til villiniborðs í kvøld og í annaðkvøld.
Kræsnu gómarnir, sum høvdu leitað sær í Áarstovu í gjárkvøldið lótu væl at. Tí tað var ein smakkfull, men eisini ein spennandi og avbjóðandi uppliving, sum røkk nakað út yvir tað væntaða. Er tað veruliga so nógvir mátar at hagreiða haru til góðan mat? Ja tað er!
Súltað og skáldað
Fyrsti rætturin – ein brellbiti, og væl meira enn tað sæð út frá støddini, var súltað hara, við appelsin og dreymkorru (koriander). Jú, jú. Sá gott út og riggaði væl.
Síðan kom forrætturin, sum var ein suppa – ein dashi av japanskum slag. Hetta var tann rætturin á kvøldinum, sum veruliga segði spar 2 og var tann besti.
Tú fekst ein borðisk við nøkrum ráum tunt skornum bitum av harukjøti, saman við eini pasta gjørd av eggjareyða.
Herútyvir var oyst suppusoð av allarbesta slagi. Okkurt, sum minti um ramen. Ein frálík súpan, sum riggaði væl við teimum bloyttu harubitunum, eggjareyðanum og ikki minst knasandi sinnopskornunum, sum eisini vóru í.
Rátt og íligið
Hereftir kom ein millumrættur, sum var hondskorin tartarur av harukjøti við serligum ostrum, villini soppum og kaviar omaná.
Jú, tað riggaði væl, hóast tú vildi forsvorið, at tú nakrantíð fórt at eta haru sum tartar – tað er rátt kjøt. Men tað var frálíkt.
Sum fjórði rættur kom so høvuðsrætturin, ið var ein hara à la royal, altso kongalig borðreidd hara, við foie gras og øðrum góðum. Jógvan greiðir frá, hvussu hann hevur gjørt tað, og sum skilst, hevur harukjøtið – ryggur og limir – ligið og dusað sær í reyðvíni í drúgva tíð, áðrenn tað er stokt spakuliga í lágum hita, pilkað frá beini, rullað saman við franskari gásalivur áðrenn tað verður rist í ovni og borðreitt saman við kraftmiklum soði. Hertil spillfekst salat úr bingjuni í Kvívíkshaga og smáeplum væl og virðiliga vend í smøri.
Eftir eina slíka máltíð er tað so at siga líka mikið, hvat tú fært borðreitt omaná. Tí tað er gott líka mikið um tú orkar at eta dessertina ella ikki.
Sigast skal, at saman við frálíku rættunum vóru væl valdir drykkir afturvið, alt frá einum sólberkoktail við vermouth og koriander, yvir spanskt sjerry (til suppuna), suðurafrikanskt pinot noir (til tartarin) til djúpreytt pomerol frá Bordeaux. Alt væl hóskandi.
Jú hara kann vera nógv meira enn rómasós við waldorfsalati og kókaðum eplum. Tað er hervið prógvað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2025
Felagsskapurin gevst við herferðunum, sum vit hava upplivað tey seinastu árini. Í staðin fer felagsskapurin at stuðla føroyskum kreftum, ið royna at støðga grindadrápi
Altjóða djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd ásannar nú, at herferðirnar móti grindadrápi í Føroyum, ikki hava borið á mál.
Ístaðin fyri at stríðast móti føroyingum, ætlar felagsskapurin nú at søkja samstarv við føroyingar, so at stríðið kann flytast frá at koma frá fremmandum til at gerast eitt ynski, sum er góðurfest í føroyska fólkinum.
Tað skrivar leiðarin fyri herferðunum móti føroyskum grindadrápi hjá Sea Shepherd, Valentina Crast, í eini fráboðan á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, dagfest 20. januar.
- Grindadráp støðgar ikki við vreiði
Valentina er donsk og aktiv í djóraverndarfelagsskapum. Hon er eisini aktiv politiskt í Danmark, og hevur verið uppstillað til eitt nú ES-tingið fyri flokkin Alternativet.
Valentina Crast (Mynd: Alternativet)
Sea Shepherd ásannar nú, at føroyingar hava fullan rætt til at drepa grind, men er framvegis ímóti at grindadráp fer fram. Tí leggur felagsskapurin nú á annan bógv í stríðnum móti grindadrápi.
- Grindadráp støðgar ikki við vreiði og ábreiðslum. Skulu vit fáa enda á grindadrápi, skal tað gerast við at inndraga føroyskar einstaklingar, sum kunnu standa á odda fyri herferðini. Tað eru teirra røddir, teirra dirvi og teirra visjónir, sum einaferð fara at broyta hugburðin, skrivar Valentina Crast.
- Við at stimbra eitt inkluderandi og stuðlandi rúm har lokalar røddir trygt kunnu tosa ærliga og beinleiðis, taka vit eitt avgerandi stig til tess at byggja upp eina burðardygga rørslu fyri broygingum, leggur hon afturat.
Koma aftur í mai
Hetta merkir tó ikki, at fremmand umboð frá felagsskapinum ikki fara at síggjast í Føroyum í summar.
Valentina Crast skrivar:
- Frá mai til oktober, sum altíð, venda vit aftur til Føroyar fyri at skjalprógva ræðuleikarnar við hesi siðvenju, samstundis sum vit fara undir dialog við samfelagið har. Vit hava fyri langari tíð síðani vent okkum burtur frá fíggindaligum taktikkum, og fara nú at miðsavna okkum um uppbyggjandi samstarv, og taka ábyrgd fyri, at hugburðurin til Ses Shepherd í Føroyum fer at broytast.
Henda fráboðanin frá Sea Shepherd í gjár, er kanska eitt av fyrstu dømunum um, at felagsskapurin nú er undir munandi broyting eftir at Paul Watson ikki longur er partur av Sea Shepherd.
Paul Watson fór úr felagsskapinum í september 2022 og arbeiðir nú víðari í einum øðrum felagsskapi, ið kallast The Captain Paul Watson Foundation.
Henda Valentina Crast er hon, sum í summar meldaði danska sjónleikaran Pilou Asbæk og matummælaran Søren Frank fyri djóramisnýtslu, tí teir høvdu etið livandi hummara á einum døgurða hjá hummaraútflytaranum Marna Simonsen.
Les eisini: Pilou Asbæk skuldsettur fyri at hava etið livandi hummara
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Hann hevur drúgvar royndir innan sølu og leiðslu
Hendrik Egholm er settur sum stjóri í nýggja altjóða sølufelagnum hjá Varðanum.
Talan er um eitt nýstovnað altjóða sølufelag, sum fer at standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, umframt marknaðarføring og logistikki.
Hendrik Egholm er útbúgvin cand. merc. í marknaðarføring og leiðslu, og kemur við drúgvum royndum innan sølu og leiðslu. Hann hevur í eitt longri tíðarskeið verið stjóri í Magn og Skeljungi í Íslandi, og hevur harumframt verið sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line.
- Hendrik hevur sýnt serlig evni til at menna fyritøkur, skapa vøkstur og byggja sterk vinnulig samstørv. Við sínum royndum og førleikum fer hann at verða ein týðandi partur av at menna samtakið”, sigur Bogi Jacobsen, forstjóri, í Varðanum.
Hendrik Egholm byrjar í starvinum 1. februar 2025.
Nýggi stjórin í sølufelagnum saman við Boga Jacobsen, stjóra í Pf. Varðanum (Mynd: Varðin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
273.344 fólk er ikki langt undir talið í metárinum 2018, og ferðafólkini við Smyrli í 2024 vóru nærum 10.000 fleiri enn í 2023. Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var tað hægsta nakrantíð í fjør
Í 2024 ferðaust 273.344 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta út við 10.000 fleiri enn í 2023, tá talið var 263.541, skrivar Suðuroyarportalurin.
Talið av ferðandi í 2024 var eisini tað næsthægsta nakrantíð við Smyrli.
- Bara í 2018 hava tað ferðast fleiri fólk við SSL um Suðuroyarfjørð, tá ferðastu 275.207 fólk um Suðuroyarfjørð.
Talið av akførum á Suðuroyarleiðini var hinvegin tað hægsta nakrantíð í fjør. Í fjør vórðu 112.487 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð.
Hetta eru smá 5.000 fleiri enn í 2023, tá talið var107.466 akfør, upplýsir Suðuroyarportalurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
30 daga treytaleys fongsulsrevsing til mann fyrst í 50'unum
Føroya rættur dømdi farna fríggjadag ein mann fyrst í 50'unum sekan í at hótta alment sett starvsfólk. Maðurin fekk 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
Í telefonsamrøðu við starvsfólk í einum banka, hevur maðurin hótt starvsfólk á Taks við at siga: "Einki forðar mær í at fara oman at drepa øll í Taks", og "Fái eg ikki peningin nú, so brúki eg vápn".
Maðurin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal fyri hægri rætt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2025
Serlig løgregludeild í Danmark hevur í samstarvi við Føroya Politi handtikið tríggjar menn í Jútlandi fyri at hava lagt til rættis og samskipað smugling av hørðum rúsevnum til Føroyar
Tríggir danskir menn, sum eru 39, 41 og 46 ár, og sum eru partur av skipaða kriminella umhvørvinum í Danmark, eru handtiknir.
Politiið í Eysturjútandi og á Fyn hevur hjálpt til í handtøkuatsóknini og í rannsóknunum, sum fóru fram týsdagin í hesi vikuni.
Teir tríggir menninir eru skuldsettir fyri at hava lagt til rættis innsmugling av umlleið 4 kilo av amfetamin og umleið 22 kili av hassji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari.
Føroya Politi og NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið. Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.
- Í tøttum samstarvi við Føroya politi hava vit í dag (týsdagin, -red.) handtikið fleiri fólk frá skipaða kriminella umhvørvinum, sum vit meta standa fyri rúsevnasmugling til Føroya, sigur Michael Kjeldgaard, leiðandi politiinspektørur í NSK.
- Góða arbeiðið hjá føroysku løgregluni er orsøkin til málið. Føroya politi handtók í august 2024 fimm fólk, sum skuldu smugla og taka ímóti høðrum rúsevnum í Føroyum. Nú hava vit handtikið teir persónarnar, sum vit meta vera bakmenn í hesum málinum, sigur Michael Kjeldgaard, leiðandi politiinspektørur í NSK.
Fýra av teimum fimm persónunum, sum vóru varðhaldsfongslaðir í august 2024 fyri innsmuglingina, sita framhaldandi í varðhaldi. Málið er ásett at vera viðgjørt í Føroya Rætti fyrst í mars mánaði.
Vísandi til áleikandi kanningararbeiðið hava Føroya Politi og NSK ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Øll, sum hava havt barnakrabba og foreldur teirra verða boðin at vera við í nýggjari verkætlan
Endamálið við verkætlanini er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein. Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabba, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka.
Hóast granskað hevur verið í barnakrabba í nógv ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesum. Hóast tað ikki sær út til, at genetikkur er ein sterk orsøk til barnakrabba, benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10 prosent av øllum tilburðum av barnakrabba á einhvønn hátt eru grundað í hesum.
Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum, og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabba.
Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrið, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.
Rebekka Blak, lækni, fer at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut.
Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyum, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.
Um onkur, sum hevur havt barnakrabba, ikki hevur fingið innbjóðing til verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum fyri kunning og støðutakan, um tit ynskja at luttaka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
Vandi er fyri fleiri omanlopum, og tí er økið stongt, boðar Tórshavnar Sløkkilið frá
Farna fríggjakvøld varð boðað frá, at omanlop varð staðfest í Kúrbergi í Hoyvík, og Tórshavnar Sløkkilið boðaði frá, at økið varð stongt av trygdarávum, tí vandi er fyri nýggjum omanlopum.
Skelti eru sett upp í økinum, sum ávara um vandan fyri omanlopum, og heitt verður á øll um at virða avmerkingarnar og vegleiðingar á staðnum, skrivar Tórshavnar Sløkkilið á Facebook.
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið/Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2025
Komandi fríggjadag verða ársins leiðarar innan tað almenna og privata funnir. Tað verður stroymt á portal.fo
Komandi fríggjadag verður ársins leiðaradagur á Hotel Føroyum, og seint seinnapartin verður ársins leiðari innan tað almenna og tað privata kosin.
Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar sigur, at aftur í ár komu nógvar góðar tilnevningar inn, og eru tey nú komin til eina niðurstøðu, hvørji skulu verða í topp tilnevningunum. Øll hava havt møguleikan at senda inn tilnevningar til Ársins leiðarar.
Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Metis, Árni Jakobsen, SMJ og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.
Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. Hæddarpunktið á degnum er tá Ársins leiðarar verða kosnir.
Kjósanin verður 31. januar 2025 á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum. Tá verður endaliga avdúkað, hvørji gerast Ársins leiðarar 2025.
Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Heiðurin verður í ár latin fyri 21’undu ferð.
Topp 3 innan tað almenna – í stavrað eftir fornavni:
Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið
Jóngerð Guttesen, Roðin
Monica Hjelm Rasmussen, Familjufyrisitingin
Topp 3 innan tað privata - í stavrað eftir fornavni:
Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, Mowi
Poula Michelsen, nevndarforkvinna, PM
Skráin fyri Ársins leiðaradag 2025:
Hákun Djurhuus, Ársins almenni leiðari 2024 setir dagin
Eva Z. Bentsen, Leiðsla í framtíðini. Ein ørgrynna av krøvum og møguleikum – tak av!
Ingunn Eiriksdóttir, Ársins privati leiðari 2024, Úr skjáttuni
Sofaprát, týdingurin av millumleiðaranum, Ingibjørg Berg og Óluva Zachariasen
Avdúking - Herðaklappið til millumleiðaran
Marius Ziska, Frálíkir tónar
Elsebeth Hauge, Skomm hjá leiðarum
Kjósan av Ársins leiðarum 2024
Festligur netverks 5’ari við mati, drekka og Ari Eldjárn StandUp
Stroym á Portal.fo
Kjósanin verður stroymd á Portalinum kl. 16.20 fríggjadagin 31. januar.
Umframt Ársins leiðarar verður nýggi heiðurin Herðaklappið til millumleiðarin latin á fyrsta sinni. Hetta verður somuleiðis stroymt á Portalinum, tað verður kl. 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Føroyar vóru til hoyring hjá ST í fjør. Tilmælini, við tillagingum og øðrum, eru nú til umrøðu í landsstýrinum.
Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring hjá Sameindu Tjóðum í breksáttmálanum.
Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini, ið hava tikið undir við breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan frá hoyringini vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig á fleiri økjum, men at tað samstundis eru avbjóðingar, ið krevja at átøk verða sett í verk.
Í sambandi við niðurstøðuna frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin hjá ST ávís tilmæli og viðmerkingar, sum vórðu almannakunngjørd tann 8. oktober 2024.
ST nevndin hevði í alt 59 tilmæli til Føroyar, ið fevna um mestsum øll økir í samfelagnum. Hesi tilmæli hava verið til umrøðu í landsstýrinum í dag.
Serfrøðinganevndin leggur áherðslu á, at tey mæla til, at øll tilmælini verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.
- Vit hava gjørt stór framstig, eitt nú við nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt. Tí er alneyðugt, at vit saman við áhugafeløgunum halda áfram við at betra um viðurskifti og rættindi hjá fólki, ið bera brek, í øllum økjum í samfelagnum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum, meðan hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.
- Tilmælini fevna breitt, og eru til málsøkir hjá øllum landsstýrisfólkunum. Tí er tað av týdningi, at vit umrøða hesi í felag, og saman seta sjóneykuna á framhaldandi at fremja batar, við tí fyri eyga, at Føroyar verður eitt virðiligt og javnsett samfelag, sum er atkomuligt fyri øll.
Niðurstøðan frá hoyringini, eins og onnur viðkomandi skjøl, kunnu lesast her:
ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek - Almanna- og mentamálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Ætlanin er at gera broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.
Ætlanin er at gera broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Serliga tey seinastu árini eru tølini av bilførarum, sum verða tiknir fyri rúsevnakoyring, vaksin nógv.
Í 2024 vórðu 64 bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring, meðan tað í 2023 vóru 34 bilførarar, sum vóru tiknir, og 25 bilførarar í 2022.
– Eg fegnist um, at hesar broytingarnar nú verða framdar ferðslutrygdini at frama, og vónandi fara broytingarnar at viðvirka til, at óhepna gongdin seinastu árini við rúsevnakoyring verður steðgað, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum.
Í galdandi lóggávu er revsingin fyri brot á rúsevnamarkið í førinum fyrstu ferð ein sekt uppá eina hálva mánaðarliga nettoløn, umframt eina treytaleysa frádøming av koyrirættinum í 6 mánaðir, óansæð hvussu stór nøgdin av rúsevnum í blóðinum er.
Orsøkin er, at tá hendan ásetingin varð samtykt, var ikki møguligt at seta eitt mark fyri, nær og í hvønn mun tey ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, eins og tað vísindaliga er møguligt at áseta rúsdrekkapromilluna. Fyri hassj (THC) eru nú ásett mørk fyri, hvussu føraraevnini verða ávirkað. Tí ber nú til at broyta revsiásetingarnar fyri koyring undir ávirkan av hashi, soleiðis at revsimynstrið fer at líkjast revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring við einum trappustigamynstri. Alt eftir, hvussu ávirkaður førarin er av hashi, verður sektin í flestu førum ein mánaðarlig nettoløn og treytaleys frádøming av koyrirættinum í minst 1 ár, og í endurtøkuførum upp til 10 ára treytaleysa frádøming av koyrirættinum, umframt møguliga treytað ella treytaleyst fongsul.
Harumframt verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar í ferðslulógini.
Hoyringarfreistin er til 29. januar. Uppskotið sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2025
Ætlanin byggir víðari á ta talgildu framgongd, sum vit hava sæð seinastu árini við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni
Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til Løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan fyri 2025 til 2027) í almenna hoyring.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at halda fram við góðu gongdini innan talgilding. Grundarlagið fyri lógaruppskotinum er heildarætlan fyri talgilding av samfelagnum fyri árini 2025-2027, sum týðandi áhugapartar í samfelagnum hava verið við at orða. Ætlanin byggir víðari á ta talgildu framgongd, sum vit hava sæð seinastu árini við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni.
Talgildu Føroyar vóru stovnaðar í 2015 og staðsettar á Gjaldstovuni. Endamálið var tá at menna eitt talgilt undirstøðukervi, sum er vorðið grundarlagið undir talgilding av tænastum og gjørt Føroyar til eitt talgilt framkomið land, har borgarar kunnu samskifta trygt og lætt.
Við nýggju heildarætlanini verður farið undir at fáa fulla nyttu av undirstøðukervinum. Talan er um átøk, sum m.a. skulu verða við at geva borgarum fleiri talgildar tænastur, t.d. innan heilsu. Vinnan skal fáa ein pall at avgreiða viðurskifti síni við tað almenna, og stig verður tikið til, at vit sum samfelag fáa mest burtur úr nýggjari tøkni sum vitlíki.
Talgildu Føroyar hava frá byrjan verið fíggjaðar av bæði landi, kommunum og privatu vinnuni. Hendan leistin verður hildið fram við í nýggju lógini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2025
12 maskinmeistarar, 9 skipaførarar og 4 skiparar fingu í vikuni handað prógv á samkomu á Vinnuskúlanum í Havn
12 maskinmeistarar, 9 skipaførarar og 4 skiparar fingu í vikuni handað prógv á samkomu á Vinnuskúlanum í Havn.
Maskinmeistarar eru hesir: Búgvi Øster, Christian Christiansen, Esmundur Løwe Sørensen, Eyðbjørn Eiriksson, Hjalmar Tausen, Jákup Hendrik Alberg, Jógvan Hendriksson Olsen, Kristian Martin Rasmussen, Martin Olsen, Martin Thorbergsson Johannesen, Mike Lið Gaardlykke og Poul Ingi Olsen.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu Martin Thorbergsson Johannesen, grindaknív frá SEV, Jógvan Hendriksson Olsen, mátitól frá Maskinmeistarafelagum, og Eyðbjørn Eiriksson kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisviriðslønina, gávu frá Smyril Line, fekk Jógvan Hendriksson Olsen
Skipsførarar eru hesir: Ari Remisson Nicolajsen, Boas Ólavsson Sørensen, Hildar Akursmørk, John Heini Festirstein, Jónas Kristiansson, Martin Andriasson Olsen, Pætur Johannessen, Rógvi Eysturdal og Tummas Ellingsgaard
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu HildarAkursmørk, gullur frá Betri Trygging, Pætur Johannessen, lummaur frá Skansi Offshore, og Rógvi Eysturdal, kikari frá Navigare
Hægsta miðal próvtal skipsførarar: Hildar Akursmørk, skipari, sekstantur frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Ídnisviriðslønina, gullur frá Mærsk A/S, fekk Rógvi Eysturdal
Skiparar eru hesir: Brynjar Helgason, Fríði Reinert-Petersen, Jógvan Jákup Højsted og Ólavur Sámal Samuelsen (er ikki við á myndini)
Virðisløn fyri hægsta próvtal: Fríði Reinert-Petersen, lummaur frá Bakkafrosti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
- Árið hilnaðist heilt væl. Alt riggaði væl, væl av fiski var at fáa og so var prísurin óvanliga góður, sigur Heri Henriksen
Leygarkvøldið 18. januar fór frystilínuskipið Jógvan I aftur til fiskiskap. Áðrenn fráferð vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, og fekk orðið á skiparan, Hera Henriksen. Tá hann var spurdur hvussu 2024 hilnaðist, svaraði hann:
- Árið hilnaðist heilt væl. Alt riggaði væl, væl av fiski var at fáa og so var prísurin óvanliga góður.
- Vit ynskja sjálvsagt góðan prís fyri fiskin. Men síðstu tíðina hevur hann verið óvanliga høgur. Tað er ikki bara gott, tí hann kemur óivað at falla nógv aftur. Mær dámar betri at hann er javnt góður, tí tá koma sjáldan tey stóru sveiggini í prísin, sigur Heri.
(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
Hevur prísurin verið góður fyri allan fisk?
- Tað er serliga toskur og hýsa, sum hava havt góðan prís. Samstundis eru tað tey bæði fiskasløgini, sum sveiggja mest í prísi, meðan longa og brosma hava meiri støðugan prís, sigur hann.
- Var fiskiskapurin góður allastaðni har tit royndu?
- Nei, Føroyagrunnurin gav ikki tað stóra. Tí eru tað kvoturnar uttan fyri Føroyar, sum geva mest.
Við Ísland og á Flemish Cap var góður fiskiskapur, meðan Eysturgrønland er sera ójavnt, sigur Heri.
- Hvussu meti tú útlitini eru fyri nýggja árið?
- Vit hava góðar vónir fyri árið. Vit fara ikki til fiskiskap fyrr enn nú, 18. januar, sum eru góðar tvær vikur seinni enn vanligt. Ymiskt viðlíkahald er gjørt umborð og onkrar broytingar eru gjørdar á verksmiðjuni. Harafturat er ein ljósmotorur yvirhálaður, sigur Heri.
(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
16 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið. Útgangsstøði er, at manningarnar eru umborð í fimm vikur, og hava so frí í fimm vikur. Túrarnir við Grønland og á Flemish Cap kunnu gerast longri, ella styttri. Skipið kemur inn um morgunin at landa og fer vanliga avstað aftur sama dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
MV Lista byrjar í sigling mánadagin á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn
Smyril Line hevur gjørt avtalu um leigu av farmaskipinum MV Lista, sum skal sigla fyri Glyvursnes.
MV Lista byrjar í sigling mánadagin 27. januar á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn.
Skipið varð bygt 2011 á Odense Staalskibsværft og er 193 metrar langt og 26 metrar breitt.
Farmaskipið skal loysa Glyvursnes av. Glyvursnes skal umvælast á skipasmiðju í Frederikshavn eftir eina spreinging umborð meðan skipið lá í Hirtshals 2. januar. Ein maður læt lív av spreiningini, og ein annar fekk álvarsligan skaða.
Les eisini: Glyvursnes skal umvælast í Frederikshavn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Fleiri størri umbyggingar og umvælingar eru á skránni hjá MEST her í byrjanini av 2025
Árið 2025 er byrjað við nøkrum størri umbyggingum og umvælingum hjá skipasmiðjuni Mest. Hetta eru áhugaverdar umbyggingar, sum eru við til at gera flotan og vinnulívið meiri kappingarført, skrivar skipasmiðjan í tíðindaskrivi.
Farmaskipið Arklow Cadet var herfyri keypt av reiðarínum Vermland í Streymnesi. Skipið er 87 metrar langt og ein størri umbygging verður nú framd á MEST á Skála. Skipið verður umbygt til fóðurflutning og fær navnið Vermland.
Somuleiðis verður ein umfatandi umbygging av tænastuskipinum Bakkanes hjá Bakkafrost framd komandi mánaðirnar. Bakkanes verður umbygt til smoltflutning. Ein væleydnað umbygging av sama slagi var somuleiðis framd av tænastuskipinum “Martin” hjá Bakkafrost í 2024.
Strandfaraskipið Ternan er á Skála til vanligt viðlíkahald og aksiltrekk, eins og Sigatindur er komin av beding eftir vanligt viðlíkahald og smávegis stálarbeiði.
Í Havn er Arctic Viking á beding til 40 ára klassingar og ymiskt umvælingararbeiði. Jákup Sverri liggur við bryggju til vanligt viðlíkahald. Tuneq hjá Royal Greenland liggur somuleiðis við bryggju til ymiskar umvælingar og viðlíkahald komandi vikurnar.
Arklow Cadet verður umbygdur til fóðurflutning og fær navnið Vermland (Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2025
- Tað er sjáldan at skip hjá Navigare sigla so langt eftir last. Tó so, hetta skipið hevur verið inni á Miðjarðhavinum fyrr, og tað hevur eisini verið fleiri ferðir í Spania og Portugal, sigur Poul Falkvard, skipari
Í tveir dagar hevur farmaskipið Hav Sund ligið á Toftum, og lossa salt til Salt Import.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og heilsaði uppá manningina. Hann fekk eisini eitt prát við skiparan, Poul Falkvard. Hann segði, millum annað:
- Skipið kemur frá suðureysturendanum av Tunesia, har tað lastaði 4.500 tons av salti til Salt Import á Toftum. Siglingin úr Tunesia tók 13 samdøgur.
- Tað er sjáldan at skip hjá Navigare sigla so langt eftir last. Tó so, hetta skipið hevur verið inni á Miðjarðhavinum fyrr, og tað hevur eisini verið fleiri ferðir í Spania og Portugal, sigur Poul.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Sigla tit ofta við salti?
- Nei. Hetta er ikki vanlig last hjá hesum skipinum. Skipið var í Spania og tá lastin var tóm, var hon vaska sum vit altíð gera. Fyri at verja saltið, var lastin síðani kálka, áðrenn kósin var sett móti Tunesia, sigur hann.
- Tá vit, seinni í dag, eru lidnir at lossa, verður kósin sett móti Noregi. Har skulu vit lasta skerv til Ipswich í Onglandi. Síðani fara vit til Antwerpen í Belgia eftir serstøkum hvítum sandi, sum skal siglast upp til Lillesand í Noregi, sigur Poul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Tvíkiljan er til fimm ára sýn
Tvíkiljan Bakkabrúgv, áður kallað Agnavík, er í hesum døgum á beding hjá KJ í Fuglafirði til fimm ára sýn.
Bakkabrúgv varð bygd og latin Bakkafrosti í 2020, og er nummar 54 í røðini av tvíkiljum frá KJ. Tvíkiljan er umbygd síðani tá, og verður nú brúkt til at vaska og reinsa nótirnar á aliringunum á føroysku firðunum.
Tvíkiljan er tikin uppá á bedingina, soleiðis at fimm ára sýn kann fremjast. Millum annað skulu akslar og róðurstammur takast úr tvíkiljuni og sýnast. Harafturat verða aðrar umvælingar og vanligt viðlíkahald gjørt.
Arbeiðið fer væntandi at taka áleið tvær vikur og tvíkiljan verður eftir ætlan sjósett í viku fimm, skrivar KJ á heimasíðuni.
Um mánaðarskiftið januar-februar verður ferð sett á arbeiðið við nýbygningi nummar 66, ið skal latast Bakkafrosti. Talan er um tvíkilju, sum er 20×9 metrar til støddar, og er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, ið varð latin Bakkafrosti á jólum í 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2025
Fleiri fráboðanir eru um hetta í seinastuni
Tað kemur meira enn so fyri, at fólk snýta við sjálvavgreiðslurnar, sum summir matvøruhandlar hava sett upp seinastu árini.
Løgreglan sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um hetta seinastu tíðina, og tískil verður serligur dentur lagdur á hetta.
Upphæddirnar eru bæði smáar og stórar og tað er í øllum aldursbólkum.
Dømi kunnu vera um eitt nú, at skúlanæmingara fara inn og hava tvey Snickers, men skanna bara tað eina, men talan kann eisini vera um størri upphæddir.
Tá slíkt verður uppdaga, er tað ein plettur á revsiváttanini.
Vakmyndatól eru sett upp í handlunum, og tí ber væl til at síggja, um snýtt verður.
Hetta skal vera ein áheitan á øll, sum brúka sjálvavgreiðslukassarnar, um at gera sær ómak og lesa allar vørurnar rætt inn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Seinasta prentaða tilboðsblaðið verður borið út mánadagin 27. januar. - At gevast við papírsblaðnum er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at velja grønar og burðardyggar loysnir
Føroya Keypsamtøka gevst við at bera FK blaðið út til øll húski í Føroyum.
Hesum boðaði Føroya Keypsamtøka frá í skrivi í vikuni.
- Prentaða tilboðsblaðið, ið hevur verið fastur vikuligur gestur í tínum postkassa í eitt mannaminni, verður borið út á seinasta sinni mánadagin 27. januar.
Hetta er eitt fet rætta vegin, staðfestir marknaðarleiðarin í FK, Bo Møller.
- At gevast við papírsblaðnum er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at velja grønar og burðardyggar loysnir allastaðni, ið vit kunnu. At gevast við at prenta og bera út 17.000 prentlutir um vikuna er eitt fet rætta vegin.
Hóast FK í nógv ár hevur samstarvað við Føroyaprent, ið hevur umhvørvisgóðkenning og prentar so burðardygt sum til ber, so er tað ein sannroynd at alsamt fleiri bløð enda í ruskspannini uttan av vera lisin. Samstundis hava talgildar loysnir vunnið fram.
Frameftir vera tilboðini hjá samtakinum at síggja á talgildu miðlum og serstakir faldarar fara at liggja í handlunum, staðfestir FK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
0,OY er alkoholfrí øl frá OY. Tann fyrsta ølin var ein gul hveitiøl. Nú hevur OY bryggjað tvær nýggjar alkoholfríar ølir. Ein hvít pilsnarøl og ein pink hindberjaøl
Nakað undan jólum kom fyrsta 0,OY ølin á føroyska marknaðin. 0,OY er alkoholfrí øl frá OY, sum smakkar sum øl. Tann fyrsta ølin var ein gul hveitiøl. Nú hevur OY bryggjað tvær nýggjar alkoholfríar ølir. Ein hvít pilsnarøl og ein pink hindberjaøl.
Tann fyrsta alkoholfría ølin frá OY hevur verið væl móttikin og varð mestsum útseld til jóla. Nú OY leggur tvær aðrar alkoholfríar ølir afturat vøruúrvalinum, verður tað enn lættari at njóta eina vælsmakkandi øl uttan alkohol.
Tí onkuntíð er tað bara ikki pláss fyri at njóta eina vanliga øl.
Tí hevur bryggjaríið OY framleitt hesar tríggjar ymisku alkoholfríu ølirnar, so øll nú hava møguleika at njóta eina góða og vælsmakkandi OY øl - bæði týsdag á midddegi ella leygarkvøld á midnátt.
Gul, hvít ella pink 0,OY fáast í flestu Á-handlunum kring landið, Samkeyp á Eiði og Toftum, Bónus í Havn, í Miklagarði og OY sjoppini á Hálsi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Tey, sum vórðu sett fyri nøkrum árum síðani, hava ikki verið nøktandi. Fyrstu parturin av uppsetanini verður eftir ætlan liðugur í næstu viku. Ljósini kunnu stillast á ymsan hátt
Um veðrið heldur sær, verður fyrsti partur av uppsetanini av nýggju vallarljósunum í Norðragøtu liðugur í næstu viku.
Hetta upplýsa GroAqua og Eysturkommuna fyri Eysturoyarportalinum.
Tað eru nøkur ár síðani, at nýggj ljós komu við heimavøllin hjá Víkingi. Tey vóru tó ikki so góð sum væntað: Serliga í byrjanini lýsti tey væl meira ymsastaðni á vøllinum enn aðrastaðni, tey ljósdálkaðu heilt fitt í Norðragøtu og hava ikki verið góðkend til at nýta til kvøldardystir í Betrideildini seinastu árini.
Nú skal nýtt ljós frá bretskum framleiðara við nógvum royndum setast á høvuðsmastrarnar kring vøllin í Sarpugerði. Sambært eyp.fo er talan um ljós, ið kunnu stillast á ymsan hátt
- Ljósini kunnu trinvís dempast, so tað slepst undan at brúka ljósini í fullari styrki, tá tørvur ikki er á tí. Í hesum er bæði orkusparing, og hetta er eisini betur fyri tað, man kallar ljósdálking. Í fullari styki vera ljósini verða 9.000W pr mastur.
Ljós skulu seinni setast undir takið á Víkingahúsinum. Ætlanin er, at hesi kunnu brúkast til smærri venjingar, sum ikki krevja ein fult upplýstan vøll verður upplýst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Núverandi sløkkiliðsleiðarin fyri Miðvágs- og Sandavágs sløkkilið byrjaði sum einans 18-ára gamal. Hann varð fyri kortum heiðraður fyri drúgva og trúgva tænastu
Til árliga hugnakvøldið hjá sløkkiliðsmonnunum hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði varð Dánjal Pauli Poulsen heiðraður. Hetta fyri at hava verið virkin í sløkkiliðinum í samfull 40 ár, harav seinastu 10 árini sum leiðari.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at Dánjal Pauli byrjaði hjá sløkkiliðinum í Miðvági 1. januar 1985, einans 18 ára gamal. Longu í 1989 varð hann valdur til varaleiðara, ella næstformann, sum tað æt tá, og hann var varaleiðari øll árini fram til 2015
- Heiðranin fór fram, tá sløkkiliðsmenn hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði hildu sín árliga jólafrokost, har starvsfelagarnir hjá Dánjal Paula kundu heiðra og takka honum fyri hansara trúfasta og týdningarmikla arbeiði ígjøgnum øll hesi árini. Kvøldið bar brá av góðum práti millum sløkkiliðsmenninar, har bæði fortíðin og framtíðin hjá sløkkiliðinum í Vága kommunu stóðu í miðdeplinum.
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu - og eisini sløkkiliðsmaður. Hann segði nøkur orð vegna kommununa, og sum tøkk fyri trúgva tænastu handaði hann Dánjal Paula eina gávu.
Sløkkiliðsleiðarin hevur ígjøgnum síni 40 ár verið ein drívmegi í menningini av virkseminum, bæði tá ið tað kemur til nýggja útgerð og í menningini av førleikunum hjá sløkkiliðsfólkunum.
Hann hevur verið við til at tryggja, at sløkkiliðið er væl fyrireikað at taka sær av teimum avbjóðingum, ið stinga seg upp, skrivar vaga.fo, sum takkar Dánjal Paula Poulsen fyri megnararbeiði og dirvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2025
Fólkamorðið fyri 50 árum síðani er evnið á degnum í dag. Skúlin við Løgmannabreyt er vertsskúli í ár
Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp nærkast nú av álvara. Í hesum sambandi verður sjóneykan sett á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp.
Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.
Í skúlanum við Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar.
Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.
Fólkadráp í Kambodja
Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja.
Ein filmur verður vístur við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum, og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.
Støður, sum skapa polarisering
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru.
Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi er ein samrøða við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
Sætti holocaustdagur
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust
Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2025
Flogførini hjá Atlantic hava altíð havt upplýsingar um nær eystfals- og vestfalskyrrindi eru í Føroyum
Tá ið flogið verður til Føroya, eru tað fleiri viðurskifti, hædd skal takast fyri. Er ættin eftir flogbreytini, ella er hon tvørtur um vøllin? – og er nógvur vindur?
So er tað sýnið. Er tað klárt og bláur himmal – ella er greytasvart? – ofta er tað onkrastaðni harímillum.
Eftir at Atlantic Airways fór at flúgva í mars 1988, fór flogmanningin alt fyri eitt at savna saman vitan um veðrið, hvussu tað ávirkaði flúgvingina. Alt var noterað, og avgerð um at flúgva ella ikki vórðu tiknar á alt breiðari vitanargrundarlagi.
Ein ferð t.d. úr Danmark til Føroyar, har sum ikki er lendandi í Vágum fyri mjørka, og flogfarið fer avstað aftur, er sera kostnaðarmikið fyri felagið. Nógv full flogfør skulu til fyri at gjalda rokninga, tá ið flogfarið má venda við, og ferðafólkið gista á hotelli.
Tá ið lágtrýst liggja vestan fyri Føroyar um summarið og stinga brúgvaløgini, er veðrið í Føroyum skiftandi við lágum og tungum regnskýggjum framman fyri hitabrúnna, mjørka í geiranum millum hita- og kuldabrúnna, og tá ið kuldabrúgvin er farin eysturum, er loftið smá- ella hálvskýggjað og ælaveður.
Kortið omanfyri er ein greining av veðrinum 9. Juli 1999. Púra vanligt summarveður í Føroyum. Eitt lágtrýst var millum Ísland og Grønland – merkt LX 993 á veðurkortinum. Brúgvaløgini gingu úr miðjuni av lágtrýstinum eystureftir og seinni vóru tey bend suðureftir.
Fyrsta pettið úr miðjuni og eystureftir var brúgvalagið samanrunnið, men nakað norðan fyri Ísland var enn kuldabrúgv og kuldabrúgv. Tær gingu báðar eystureftir, men tann aftara – kuldabrúgvin – gekk skjótari enn tann fremra – hitabrúgvin. Tað gráa økið millum tær – hitageirin – minkaði tí alla tíðina, meðan hann eisini gekk eystureftir.
Í hitageiranum var mjørki, og fyri at lenda í nóg góðum sýni, mátti flogfarið bíða, til kuldabrúgvin hevði trýst allan hitageiran við mjørkanum eysturum, og klárari veður legði seg yvir Vágar við bøklaskýggjum í øllum støddum og meiri enn so onkrum æli.
Fyri fráferð úr Kastrup til Vágar hugdu flogskipararnir tí eftir veðurkortum og roknaðu seg fram til, nær kuldabrúgvin fór at fara fram við Akrabergi. Vanliga fór hon fram við har 1 tíma áðrenn hon fór fram við Vágum. Fráferðin varð sett eftir hesum, og viðhvørt varð bíðað eina góða løtu, áðrenn flogfarið fór til Føroya.
Tað er ikki alla tíðina á sumri, at lágtrýst ferðast framvið og ávirka veðrið í Føroyum, sum er nevnt omanfyri.
Viðhvørt er lítið skil at síggja í veðurkortunum – einki mynstur. Há- og lágtrýst eru veik og liggja óskipað. Tá er ikki líka lætt at gera av, nær tað er lendandi ella ikki.
Á vári í 2023 lá eitt hátrýst støðugt um okkara leiðir. Vit høvdu liggjandi góðveður við lítlum vindi í 6-7 vikur. Viðhvørt var hátrýstið eystanfyri – tá var ættin úr eystri niður í landsynning – og viðhvørt var hátrýstið vestanfyri, og ættin lá útsynning – soleiðis sum á kortinum niðanfyri.
Tá er eingin hitageiri at bíða eftir, til tað klárnar í Vágum – ella at geva sær stundir, til hann hevur regnað seg vesturum. Allur niðast parturin av lufthavinum er næstan stillur, bert eitt lítil lot.
Tá kann sjóvarfallið hjalpa til við at fáa mjørkan at lætta eitt sindur.
Tað rekur suður og norður ígjøgnum Mykinesfjørð – 6 tímar og 12 minuttir hvønn vegin. Havið vestanfyri er millum ½ og 1 stig heitari enn havið eystanfyri. Tá ið tað er eystfall, rekur eitt sindur heitari sjógvur suður ígjøgnum Mykinesfjørð, enn á vestfallinum.
Mjørki í firðum og sundum í Føroyum verður til, tá ið heit luft nertir við kaldan sjógv. Størri munurin er á hitanum í luft og sjógvi, meiri kann koma av mjørka, og – hinvegin – er minni munur á hitanum í luft og sjógvi, so er minni mjørki, og tað kann vera klárt frá sjónum og eitt sindur uppfrá.
Tí leggja flogskiparar sær túrin úr Kastrup ella aðrastaðni til Vágar soleiðis til rættis, at flogfarið skal vera yvir Mykinesi í tíðarskeiðinum, tá ið tann heitari sjógvurin byrjar at reka suðureftir (eysfalskyrrindi) og ein tíma ella so fram.
So er tað eitt sindur klárari í ein tíma ella so, og ofta júst nóg klárt, at flogfarið kann lenda.
Fyri at fáa hetta at eydnast, hava flogførini hjá Atlantic altíð havt upplýsingar við sær umborð, nær eystfals- og vestfalskyrrindi eru í Føroyum. Tað er ikki øll flogfør kring heimin, sum hava tað liggjandi í stýrhúsinum.
At vita um hesi viðurskifti, hevur verið av stórum týdningi hjá Atlantic, síðan tey byrjaðu at flúgva. Tað hevur ofta verið munurin, at flogfarið hevur lent, heldur enn at hava vent við og sett seg í Íslandi ella í Noregi at bíða.
Nógvur peningur er spardur, og fólk hava verið fegin um at vera komin heim til tíðina – ella næstan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Nú er møguleiki at vitja føroyskar kirkjur á netinum og fáa innlit og vitan. Fyribils ber til at fara á tykisvitjan í Christianskirkjuni í Klaksvík og gomlu Gøtu kirkju í Norðragøtu
Á stórfundinum fyri kirkjutænarar, kirkjuráð og kirkjuráðslimir seinasta leygardag varð kunnað um ætlanina at gera føroysku kirkjurnar tøkar í sonevndum tykisferðum á netinum.
Kirkjur og onnur gudstænastustøð eru at finna kring alt landið, og nógv hava vitjað fleiri av teimum, men har munnu eisini vera kirkur, ið ikki eru vitjaðar enn.
Fólkakirkjan.fo skrivar, at við nýggju tænastuni fer at bera til at vitja føroysku kirkjurnar innan, á eini sonevndari tykisferð – einari virtuellari ferð, har ein á teldu ella telefon kanst flyta seg runt í kirkjuni og síggja 360 stig runt um seg sjálvan. Eisini eru kunnandi upplýsingar um ymsu lutirnar í kirkjuni – á føroyskum og enskum.
Í fyrstu atløgu ber til at vitja tvær kirkjur innan – Christianskirkjuna og Gøtu kirkju, eldru. Hesar kirkjurnar umboða ymisk tíðarskeið og byggisnið og eru sera ymiskar. Tær vísa nakað av tí stóra spenni, sum sæst í føroyskari kirkjubyggingarlist.
Komandi mánaðirnar verða fleiri kirkjur kring landið tøkar sum tykisferðir.
Føroysku kirkjurnar eru frá gamlari tíð staðsettar á sjónligum stað, og mangan í náttúruvøkrum umhvørvi. Tí fevnir tænastan eisini um panoramamyndir, sum vísa, hvussu einstøku kirkjurnar eru staðsettar í nærumhvørvinum. Fleiri panoramamyndir eru longu tøkar.
Vónin er, at nýggja tænastan við tykisferðum fer at vekja áhuga fyri fjølbroyttu føroysku kirkjubygningunum og søgu teirra, at vit læra okkurt nýtt um kirkjurnar og lutir teirra, og kanska fáa hug at fara at vitja aðrar kirkjur enn tær, vit kenna frá nærumhvørvinum, skrivar Fólkakirkjan.
Tykisferðirnar eru tøkar á heimasiðuni hjá folkakirkjuni.
Her ber til at fara ein túr innar í Christianskirkjuna
Her ber til at fara ein túr innar í gomlu Gøtu kirkju í Norðragøtu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Nik & Jay vóru á Summar Festivalinum í 2009, og í summar koma teir aftur
Nik & Jay hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini, og nú koma teir til Føroya at hava stóra konsert á Summar Festivalinum.
Fyrstu tónarnir hjá Nik & Jay komu út í 2002, og frá fyrsta rappi fingu teir undanvind sum fáir bólkar. Serliga ungfólk tóku væl ímóti feska rappinum og fangandi løgunum, og fyrsta plátan hjá Nik & Jay gjørdist mest selda rapp-pláta í Danmark. Tá ið onnur plátan kom út í 2004, gekst enn betri hjá bólkinum, sum fekk alt størri undirtøku millum fólk.
Hittini vóru har frá fyrsta degi. Sangir sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "Kan du høre hende synge" og "Boing" slóðaðu fyri bólkinum, sum við ósmædnum videoløgum og framfýsnum framførslum vann upp á popptindarnar í Danmark.
Nik & Jay hava hesi árini givið sjey plátur út, teir hava fingið allar hugsandi heiðrar, og ikki minst hevur undirtøkan í breiðu fjøldini verður stútt og støðugt vaksandi. Herfyri høvdu teir fýra útseldar konsertir í Royal Arena á Amager, og teir verða roknaðir sum eitt tað størsta tónleikanavnið í Danmark yvirhøvur.
Nik & Jay hava megnað at gjørt sangir, sum hava hildið í longdini, og tann í dag verða fleiri av teirra hittum stroymd meira enn summi nýggj popphitt.
Eisini føroyingar hava lurtað nógv eftir Nik & Jay, sum høvdu eina framúr framførslu á Summar Festivalinum í 2009. Nú koma teir aftur á landsins størsta tónleikatiltak og eru til reiðar at spæla á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.
Voxbotn 2021 (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Leiklistabólkurin Teatur Grugg hevur í nógv ár havt ætlanir um at pallseta klassikaran “Ett Drømspel” eftir August Strindberg, og í samstarvi við Havnar Sjónleikarfelag verður hetta nú veruleiki
Leiklistabólkurin Teatur Grugg hevur í nógv ár havt ætlanir um at pallseta klassikaran “Ett Drømspel” eftir August Strindberg, og nú verður tað veruleiki.
Í Sjónleikarhúsinum í Havn eru yrkisleikarar og áhugaleikarar í gongd við at venja leikin, sum á føroyskum eitur “Dreymaleikur”. Hanus Kamban, rithøvundur hevur týtt, og gevur leikritið út í bók í samband við frumframførsluna 9. februar.
Í leikinum eru nógvir leiklutir og fleiri hópscenur, og tí var hetta ein sjálvsagdur møguleiki at savna yrkisleikarar og áhugaleikarar í eini felags verkætlan.
Agnes, dóttir gudin Indra, kemur niður á jørðina, tí hon er forvitin og vil kanna, hvussu menniskjuni hava tað. Hon upplivir hvussu menniskjuni av øllum alvi stríðast fyri at gerast eydnurík. Tey royna at finna gleði og kærleika, leita eftir eini meining við lívinum, samstundis sum tey eru fastlæst av umstøðum og sínum tankum um, hvussu hetta skal lata seg gera.
Strindberg skrivaði hetta surrealistiska dramað um stríðið hjá menniskjunum í 1902, og formurin hann hevur valt er dreymurin. Tilveran verður sett uppá spíssin, alt ber til og alt kann henda.
Í pallsetingini hjá Teatur Grugg í Sjónleikarhúsinum, er denturin lagdur á tað absurda í leikinum, og tær ofta tragikomisku, gerandisligu støðurnar, sum vit menniskju mangan enda í. Fyriskiparar vænta, at áskoðararnir fara at uppliva tað sum hendir á pallinum, við einum afturkennandi brosi.
Tey sum spæla við í Dreymaleiki
Yrkisleikarar: Ebba Malena Debess Thomsen, Hans Tórgarð, Búi Rouch, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð.
Leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag: Lív Bruun Müller, Noomi Nielsen, Karin Djurhuus, Chokri Bourbiaa, Oddvá Nattestad, Róar Terjason Hansen, Bjørg Clementsen.
Leikstjóri er Ria Tórgarð.
Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið, Máf og Tórshavnar Kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2025
Talan er um nýtt tiltak hjá Visit Tórshavn. Viðarlundin, Vaglið, Steinatún og onnur støð fáa millum annað serlig ljós og prýði
Visit Tórshavn hevur avdúkað eitt nýtt tiltak, sum kallast Huldulitt og verður í Havn 1. til 9. februar.
- Við Huldulitt er ætlanin at varpa ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nevnliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Søgur, sum fleiri børn í dag ikki kenna ella bert kenna eina Disney-útgávu av. Hendan tíðin kann vera sera myrk og tung, tí er upplagt við einum tiltaki, sum ger tíðina eitt sindur gandakenda við at ferðast inn í hulduheimin, har vit samstundis gleða okkum til ljósari tíðir og siga farvæl við hesar verur, sum bert trívast í myrkri,
Soleiðis greiðir Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, frá Huldulitt. Tað snúr seg millum annað um at lýsa upp og gera ymiskt øðrvísi í býnum.
Tað snýr seg millum annað um at gera vViðarlundina um til eina gandakenda huldulund við ljósinstallatiónum, ymsum forvitnisligum lutum og einum hulduportali. Afturat tí, verður hon prýdd við verkum, ið stovnar og skúlar í kommununi hava evnað til.
Miðbýurin í Havn verður eisini prýddur við ljósinstallatiónum, eitt nú við einum huldutunli á Vaglinum og einum serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen.
- William Heinesen er eisini kendur fyri at skapa og tekna trøll og aðrar verur við íblástri úr hulduheiminum, og er standmyndin, Tarira, í viðarlundini eitt dømi uppá tað - og nú koma hesar verur til lívs við einum animeraðum veggjaprýði, sigur Tordis á Rógvi Biskopstø.
Sostatt verða sagnir, list, tiltøk og ljóð knýtt saman við Huldulitt tiltakinum.
Setanin verður 1. februar, og tá fara fleiri støð og handlar í Havn at gera eyka burturúr. Onnur og konsertir vera eisini á skrá bæði á sjálva setanardegnum og alla vikuna verður at enda upplýst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting eru á altjóða dansitilhaldi har dansað verður frá morgni til myrkurs
Í hesum døgum umboða Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting føroyska dansivirkið RIVA til eitt altjóða dansitilhald í Taivan. Dansitilhaldið, ið verður hildið fyri fimtu ferð, er fyriskipað av Seed Dance Company úr Taivan og altjóða Ehrstrand Dance Collective. Hetta er triðja árið, at RIVA luttekur.
Seinastu vikuna hava 10-15 altjóða dansarar úr Ehrstrand Dance Collective verið saman í Yanpu Township í suður Taivan. Frá klokkan 9 um morgunin til 21 um kvøldið, verður undirvíst, dansað og nýggj verk koreograferað saman við yvir 30 lokalum yrkisdansarum og dansinæmingum úr Taivan.
Endabresturin er sýningar yvir tveir dagar. Seed Dance Company skipar fyri einari innandura sýning í einari black-box, umframt at seta upp bæði ein uttandura pall og staðbundnar framførslur – tað vil siga, at luttakandi dansararnir fara til úrvald støð og skapa verk á staðnum. Her kunnu m.a. nevnast spælipláss, tempul og kvøldmarknaður.
Tað heilt serliga við sýningunum uttandura er, at aðrir dansarar úr Taivan, ið ikki neyðturviliga eru tengdir at dansitilhaldinum, eisini koma til Yanpu Township at framføra. Harumframt verða smærri sølubásar settir upp í døgunum tá útisýningarnar eru, har tey m.a. selja matvørur og vørur úr nærumhvørvinum annars.
Sostatt gerst dansitilhaldið nærum til eitt slag av festivali har børn, ung og vaksin hugna sær við dansi, tónleiki, mati o.ø. í tveir dagar.
Í ár luttaka 10 altjóða dansarar úr Týsklandi, Fraklandi, Sveis, Italia, Niðurlondum, Japan, Svøríki, Grikkalandi, umframt tey tvey umboðini frá Føroyum. Vár og Rannvá hava í hesum umfarinum undirvíst í “partnering”, Rannvá hevur undirvíst í samtíðardansi/floorwork, og báðar eru við til at skapa eitt verk saman við svensku Julia Ehrstrand (leiðari av Ehrstrand Dance Collective).
Harumframt framføra tær eisini í fleiri verkum skapað av øðrum koreografum. Í høvuðsheitum verður arbeitt við samtíðardansi til dansitilhaldið, men allur dansur kann umboðast – nevnast kann m.a. jazz, írskur steppdansur og taivanskur fólkadansur. Sýningarnar verða 23. og 25. januar 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2025
Hedvig Westerlund-Kapnas verður forkvinna og Ivan Hentze Niclasen verður næstformaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini.
Mentanargrunn Landsins verður stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrisfólkið við mentamálum tilnevnir. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.
Nevndin situr frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028.
Limir í nevndini eru: Hedvig Westerlund-Kapnas, Ivan Hentze Niclasen, Brynhild Næs Petersen, Kinna Poulsen og Hans Torgarð. Varalimir eru Paula Gaard, Dánial Hoydal, Birgir Kruse, Sólvá Svartafoss og Nicolaj Falck
Hedvig Westerlund-Kapnas verður forkvinna og Ivan Hentze Niclasen verður næstformaður.
Á fundi 20. januar 2025 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nývaldu nevndina. Landsstýriskvinnan vísti á, at munandi størri umsiting er flutt til Mentanargrunnin, við tað, at filmsstuðulin er lagdur til grunnin at umsita, umframt nýggju játtanina til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
Trump setti ikki ljós sítt undir skeppumálið, tá hann mánadagin helt innsetingarrøðu sína í Washington
- Tað eru broytingar í væntu, og tær byrja beinanvegin. Stórheitstíðin hjá USA byrjar aftur í dag.
Tað lovaði Donald Trump, tá hann seinnapartin mánadagin, okkara tíð, gjørdist tann bert næsti amerikanski forstin, sum hevur sitið í tvey ymisk tíðarskeið.
Donald Trump var 45. amerikanski forsetin í árunum 2017 til 2021, og mánadagin varð hann so innsesttur sum hin 47. amerikanski forsetin.
- Eg varð bjargaður av Guði
Donald Trump brúkti ein part av røðu síni – ikki óvæntað – serliga í byrjanini at tosa um seg sjálvan, og tann ágang hann hevur verið fyri hesi seinastu árini.
Umframt at greiða frá, at roynt hevur verið at sett honum forðingar í vegin, við at draga hann í rættin, so var hann eisini út fyri eini drápsroynd í Pennsylvania.
- Men eg slapp við lívinum. Eg varð bjargaður av Guði av eini orsøku – og tað var fyri at gera “America great again”, segði forsetin.
Ein røð av kravboðum beinanvegin
Hann kunngjørdi eisini, at hann so skjótt sum hann hevur sett seg til rættis í Hvítu Húsunum fer at seta eina røð av fyriskipanum ella kravboðum – dekretum – í verk við tí endamáli at endurskapa USA sum eitt stórbært land.
- Eg fari at innføra vanligt skynsemi (common sense) aftur.
Og so nevndi forsetin eina røð av tiltøkum, sum hann nú fer at seta í verk.
Eitt nú at seta undantaksstøðu í gildi fram við markinum til Meksiko og seta herin inn fyri at forða fyri innrásini av ólógligum fremmandafólki, sum vil sleppa inn í landið. Hann fer eisini í hernað móti øllum bandavirksemi í amerikanskum býum, og so skulu allir útlendskir lógloysingar vísast av landinum.
Drill, baby, drill
Trump fer eisini at seta gongd á boringina eftir olju. – “we’re gonna drill, baby, drill”.
- Oljan – "flótandi gullið undir okkum" – skal gera okkum til eitt ríkt land aftur. Vit fara at flyta olju út til allan heimin, og harvið gerst Amerika eitt ríkt land aftur.
Samstundis lovaði forsetin eisini at støðga innflatiónini, og at skipa fyri, at prísirnir lækka aftur. Hatta skal gerast við at leggja toll á útlendskar vørur, sum verða innfluttar til landið.
Hann fer eisini at uppbyggja eina sterka verju, fáa enda á øllum kríggjum. Meksikanski flógvin skal skifta navn til Amerikanski flógvin, og fjallið Denali í Alaska, skal aftur verða kallað Mount McKinley.
Og so skulu ráðharrar hansara eisini tryggja, at tað nú bara verða tvey kyn galdandi í USA: Kallkyn og kvennkyn.
Fleiri myndir frá innsetanini her
Sáttarsemjari og sameinari
Sjálvur ætlar hann verða mintur sum sáttarsemjari og sameinari (peacemaker and unifier), og nevndi í hesum sambandi tey gleðiligu tíðindini frá í gjár, tá ísraelskir gíslar aftur vórðu sameindir við familjur sínar.
Donald Trump kom als ikki inn á kríggið í Ukraina, og hann nevndi ikki Grønland við einum orði heldur í røðu síni.
Men hann lovaði amerikanska fólkinum, at hann fór at víðka um amerikanska økið, tí hann ætlar sær at taka Panamaveitina aftur.
Fer at taka Panamaveitina aftur
Tað var eitt mistak og býttislig avgerð at geva Panamaveitina til Panama, tí nú verða amerikansk skip revsað við høgum kostnaði fyri at brúka kanalina, segði Trump.
- Vit góvu ikki Panamaveitina til Kina, sum nú stýrir kanalini, vit góvu veitina til Panama.
Umframt at lova at Panamaveitin aftur gerst amerikansk, so lovaði Donald Trump eisini, at amerikanska flaggið, Stars and Stripes, innan leingi fór at veitra á gongustjørnuni Mars.
- Vit standa á gáttini til tey fýra bestu árini í amerikanskari søgu. Gullaldurin er júst byrjaður, segði Trump.
Nógvir lógvabrestir vóru til røðuna hjá Donald Trump. Ein, sum fekk stóra smílið fram, var stjórin í SpaceX, Elon Musk, tá forsetin nevndi, at ætlanin er at senda amerikanskar astronautar út á Mars (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
Fleiri av fyriskipanunum, sum Donald Trump skrivaði undir á fyrsta degi sínum sum forseti á hesum sinni, vóru avlýsingar av kunngerðum, sum undanmaður hansara setti í gildi
Nýkosni amerikanski forsetin, Donald Trump, spilti ikki tíðina eftir at hann varð innsettur sum forseti mánadagin.
Bæði í Hvítu Húsunum og eisini í Capital One Arena í Washington, hevði Trump pennin frammi og skrivaði undir eina røð av kravboðum ella fyriskipanum, eins og hann hevur boðað frá frammanundan.
Her eru nakrar av fyriskipanunum, sum forsetin skrivaði undir á fyrsta degnum við valdið.
Veðurlag og orka
- USA tekur seg úr Paris-avtaluni, ið varð samtykt á ST-veðurlagsráðstevnuni í 2015. Avtalan snýr seg um, hvussu heimsins lond skulu forða veðurlagsbroytingunum. Onnur lond, sum ikki eru við í avtaluni eru Iran, Libya og Jemen.
- Á orkuøkinum hevur Trump lýst neyðstøðu, sum hevur til endamáls at økja um boringarnar eftir olju í landinum.
- Trump ógildar eini boð, ið banna oljuboringum í einum øki á 160.000 ferkilometrar í Arktis. Fyrrverandi forsetin, Joe Biden skrivaði boðini undir í 2023.
- Trump ógildar eini boð, ið skuldu tryggja, at helmingurin av øllum akførum, sum verða seld í 2030, eru elektrisk. Hetta eru eini boð frá Joe Biden frá 2021. Statsstuðulin til at seta upp løðistøðir til el-bilar støðgar.
- Trump ógildar eini boð, sum loyva útleigan av havbotni hjá USA til vindframleiðslu til havs
- Orkumálaráðið fær møguleika til aftur at fara undir samráðingar um umsóknir at útflyta flótandi jarðgass.
Tilflyting
- Ólóglig tilflyting við markið millum USA og Meksiko verður lýst at vera neyðstøða.
- Brotsverks-kartell verða lýst yvirgangsfelagsskapir at vera.
- Ein undirskrivað kunngerð um at hýsa flóttafólki í fýra mánaðir eftir at tey eru komin til USA, verður ógildað. Nágreiniliga orðingin er ikki tøk enn.
- Flogførini við næstan 1.700 afghanum, sum hava fingið lovað innflyting og hýsing í USA, og sum væntaðust at koma millum januar og apríl, eru avlýst. Millum tey 1.700 eru eisini familjulimir hjá amerikanskum hermonnum, herundir børn.
Skerjingar og inflasjón
- Fyribils bann verður sett í verk móti at seta fleiri fólk í starv í umsitingini. Starvssetanarstøðgurin skal “tryggja at vit bert seta skikkað fólk, ið eru trúgv móti USA”, hevur Trump sagt
- Alment sett fólk hjá statinum skulu aftur møta upp á skrivstovum sínum fulla tíð í staðin fyri at arbeiða heimanífrá
- Trump setur ein ráðgevingarbólk, ið skal fremja niðurskurð í amerikansku stjórnini. Stovnurin kallast Doge, og verður undir leiðslu av stjóranum í Tesla, Elon Musk. Musk hevur fingið til uppgávu at skerja talið av starvsfólkum hjá stjórnini við trimum fjórðingum.
- Allir almennir stovnar skulu veita neyðhjálp til amerikanska fólkið og økja um vælferðina hjá einstaka amerikanska arbeiðaranum. Pengarnir koma frá niðurskurðinum í fyrisitingini og til veðurlagsátøk.
- USA meldar seg úr heimsheilsustovninum, WHO, innan komandid 12 mánaðirnar og støðgar øllum veitingum og stuðuli til felagsskapin. USA stendur í løtuni fyri 18 prosentum av stuðlinum til WHO.
- Øll menningarhjálp støðgar í minst 90 dagar, meðan metingar verða gjørdar av virknaðinum og samanhanginum millum hjálpina og amerikanska uttanríkispolitikkin.
- Ein heimsumfatandi avtala um minsta skattaprosent fyri partafeløg – sum USA og yvir 100 lond hava samráðst um – hevur “onga ávirkan á USA” uttan so at kongressin samtykkir hana, stendur í kravboðunum.
Annað
- Trump hevur náðað umleið 1.500 fólk, sum hava verið skuldsett, ákærd ella dømd fyri áopið á kongressina 6. januar 2021.
- Trump ógildar eina fyriskipan, sum skuldi avmarka vandan, sum vitlíki kann elva til fyri brúkarar, lønmóttakarar og tjóðartrygdina. Joe Biden undirskrivaði boðini í 2023
- Ógildan av revsitiltøkum móti høgravíðgongdum ísraelskum búsetingarbólkum og einstaklingum fyri harðskap móti palestinum á Vestara áarbakka og Gaza. Hetta setti Biden-umsitingin í gildi í 2024.
- Ein kunngerð skal tryggja “endurreisn av talufrælsinum og støðga statsligum sensuri”. Trump hevur hartað Biden fyri at køva talu- og skrivifrælsið á sosialu miðlunum.
- Støðgur í nýtsluni av “vápnum móti politiskum mótstøðufólkum” hjá stjórnini. Kunngerðin áleggur løgmálaráðharranum at kanna virksemið hjá stjórnini hesum viðvíkjandi hesi seinastu fýra árini.
- Afturkalla boð, sum hava havt til endamáls at fremja fjølbroytni, javnstøðu, inklusjón og rættindi fyri LGBT+-persónar og tjóðskaparligar minnilutar. Boð, sum Joe Biden hevur undirskrivað.
- Afturtøku av boðum, sum hava tikið Kuba av listanum yvir statsstuðlar av yvirgangi. Hetta setti Biden í verk í farnu viku.
- Sosiali miðilin TikTok, sum sunnudagin varð bannaður í USA fyribils, fær 75 dagar til at finna ein keypara av amerikanska partinum av fyritøkuni.
Keldur: Ritzau og DR
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Mariann Budde, bispur, heitti beinleiðis á forsetan at vísa miskunn mótvegis tilflytarum og LGBT+-persónum í USA
Amerikanski forsetin, Donald Trump, krevur eina umbering frá bispinum í Washington D. C., Mariann Budde, fyri “andstyggiligar” (disgusting) útsøgnir.
Hetta skrivar forsetin á sosiala miðli sínum, Truth Social.
Forsetin, varaforsetin og familjur teirra vóru fyrrapartin eftir innsetanina til gudstænastu – National Prayer Service – í Washington National katedralinum í amerikanska høvuðsstaðnum.
Her vendi bispupurin sær beinleiðis til Trump forseta av prædukustólinum, og segði at hann ið sínum politikki skapar ótta, serliga millum tilflytar og LGBTQ-persónar í USA.
Hon heitti á forsetan um at “vísa náði” fyri hesum samfelagsbólkum.
Boðskapurin er ikki fallin í góða jørð hjá republikanska forsetanum.
- Hesin sokallaði bispurin, sum prædikaði á gudstænastuni týsmorgunin, var ein Trump-hatari frá uttasta vinstraveingi, skrivar forsetin í uppslagnum á Truth Social.
- Hon var andstyggilig í sínum tónalagi og hvørki sannførandi ella gávurík. Hon og kirkja hennara skylda okkum eina umbering!
- Umframt hennara óhóskandi útsagnir, so var gudstænastan ógvuliga keðilig og óinspirerandi, leggur Donald Trump afturat.
Samstundis leggur Trump eftir tilflytarum og tosa um eina “risastóra bylgju av lógloysi í USA”, skrivar USA.
Hoyr áheitanina hjá amerikanska bispinum í filmsbrotinum herundir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Verður nú skuldsettur fyri at hava brúkt nazi-heilsan undir einum fagnaðartiltaki í Washington
Heilsanin hjá milliardinginum, Elon Musk, tá hann rætti armin út á einum veitsluhaldið eftir innsetanina av Donald Trump, forseta, hevur skapt kjak kring allan heimin.
Serliga heilsanin var at síggja á pallinum í Capital One Arena í Wasington D.C. Her var nýkosni forsetin mánakvøldið heiðraður av sínum viðhaldsfólki, eftir at hann fyrr á degnum varð tikin í eið, sum hin 47. forsetin í USA.
Á pallinum sló Musk seg fyrst á bróstið við høgru hond, og síðan rætti hann armin út fram fyri seg við lógvanum niðureftir.
Heilsanin hevur elvt til øsing, tí hon líkist heilsanini, ið ofta verður knýtt til nasismuna og nasistaleiðaran, Adolf Hitler.
AFP tíðindastovan skrivar, at tveir søgufrøðingar við servitan í nasismuni hava skrivað á X, at heilsanin hjá Musk líktist nazi-heilsanini
Amerikanski jødiski lobbyfelagsskapurin, Anti-Defamation League, ADL, leggur tó ikki so stórt í heilsanina.
- Tað sær út, sum Elon Musk ger eina heilsan í eini eldhugaðari løtu – ikki eina nazi-heilsan, skrivar ADL á X.
ADL hevur annars fyrr verið kritiskur mótvegis Musk, skrivar Ritzau.
Elon Musk sjálvur hevur svarað aftur á X. Her skrivar hann, at hansara kritikarar hava brúkt “skitin tricks”.
- Ákæran um at “øll eru Hitler” er so troyttandi, skrivar hann í uppslagnum.
Elon Musk, sum er heimsins ríkasti persónur, hevur millum annað stovnað Tesla og SpaceX, og hann eigur eisini sosiala miðilin, X.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Er fyrsti amerikanari av latínskum uppruna, ið situr í hesum týðandi embæti
Fyrsti nýggi ráðharrin, sum amerikanska senatið góðkendi mánakvøldið, okkara tíð, var Marco Rubio, sum verður nýggjur uttanríkisráðharri. Hann varð góðkendur í senatinum við atkvøðunum 99-0, skrivar Reuters.
53 ára gamli Rubio er sonur til kubansk flóttafólk, og hevur markera seg sum sera kritiskur mótvegis Kina og ein íðin stríðsmaður fyri Ísrael. Hann hevur eisini trýst á fyri at fáa í lag herd tiltøk móti kommunistiska stýrinum í Kuba og stýrinum hjá Nicolás Maduro, forseta í Venesuela.
Marco Rubio hevur eisini sagt, at USA eigur at hava sum mál at støðga krígnum í Ukraina. Undir senatshoyringini av honum legði Rubio dent á, at hetta krevur at bæði Moskva og Kyiv geva seg í sínum krøvum, og hann gav eisini til kennar, at Ukraina helst verður noytt til at sleppa vónunum um at fáa alt landaøkið aftur, sum Russland hevur hertikið hesi seinastu árini.
Marco Rubio hevur verið senatorur fyri Florida síðan januar 2011. Hann er fyrsti persónur av latínskum uppruna, ið situr á sessinum sum amerikanskur uttanríkisráðharri, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Fyrrverandi sendikvinnan hjá USA í Danmark er stúrin um støðuna. - Seinast helt Mette Frederiksen nærum Donald Trump fyri spott, sigur Carla Sands
Hon var sendikvinnan hjá USA í Keypmannahavn meginpartin av fyrru setuni hjá Donald Trump.
Eitt, sum eyðkendi sambandið millum USA og Danmark tá, var, at amerikanski forsetin á heysti 2019 skattaði dýpið um møguligt keyp av Grønlandi. Fyri hetta helt Mette Frederiksen nærum Donald Trump fyri spott, sigur Carla Sands.
- Danska forsætisráðkvinnan vísti púrasta møguleikanum aftur, og tyktiskt at háða amerikanska forsetan. Tað kann hava eina ávirkan, nú tey bæði, og nógv onnur við, tosa um Grønland aftur.
Danska TV2 tosaði við fyrrverandi sendikvinnuna týsdagin. Sands, sum er virkin sum vinnulívskvinna, var við til at lata amerikanska konsulátið í Nuuk uppaftur í 2020 og vitjaði tvær ferðir Føroyar í 2020.
Carla Sands stendur og hyggur at, meðan pappír verða undirskrivað í Tórshavn í november 2020 (Mynd: Jan Müller)
Tá hon fór frá í januar 2021, vegna forsetaskifti í USA, fekk Carla Sands størstu viðurkenning, sum verður latin fólki, ið ikki eru embætisfólk í USA. Hetta var fyri at menna samstarvið um trygd millum USA og ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar.
Nú stúrir hon fyri júst trygdini í Grønlandi og menningini har. Í samrøðuni við TV2 í gjár vísti Carla Sands á, at Danmark er eitt lutfalsliga lítið land við einum búskapi á stødd við hann hjá amerikanska statinum Colorado. Hetta er als ikki nóg mikið í støðuni og hevur Danmark als ikki gjørt nóg mikið, vísir hon í bersøgnari útsøgn:
- Danmark hevur ikki ráð at verja Grønland og heldur ikki at menna tað. Um Danmark hevði havt tað, so hevði landið gjørt tað. Men Danmark hevur ongantíð verið í einari nóg góðari støðu til at verja Grønland og hevur ongantíð veruliga ment Grønland.
Sands sigur, at tá hon kom til og sá støðuna í Grønlandi, gjørdist hon beinanvegin stúrin: Óvart og lítið ment.
Í mun til Donald Trump, so vísir fyrrverandi samstarvsfelagin á, at amerikanski forsetin er ein, ið kann fáa truplar avtalur í hús. Í mun til nógvar aðrar amerikanskar forsetar, skilur hann veruliga tað at samráðast. Har var vitjanin hjá Donald Trump yngra í Nuuk eisini "áhugaverg diplomati" og sjálvandi ein háttur til at vísa áhuga, vísir Carla Sands á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Trump hevur skrivað undir fyriskipan um at leysgeva skjøl, sum higartil hava verið loynilig
Amerikanski forsetin Donald Trump vil leysgeva skjøl sum higartil hava verið loynilig í drápunum av fyrrverandi forsetanum John F. Kennedey og bróðrinum Robert Kennedy og mannarættindastríðsmannin Martin Luther King Jr.
Forsetin hevur skrivað undir fyriskipan um at leysgeva tilfarið, sum hava verið loynilig síðan drápini í 1960. Hetta skrivar Reuters tíðindastovan.
- Alt verður avdúkað, sigur Trump á tíðindafundi.
Eitt líknandi lyfti gav Donald Trump í fyrru forsetasetuni frá 2017 til 2021, og tá vórðu eisini skjøl um drápið á John F. Kennedy í 1963 leysgivin.
Drápini skelkaðu USA í 1960'unum og í áratíggju hava gitingar og samansvørjingar verið um hetta - serliga drápið á John F. Kennedy. Nógvir amerikanarar trúgva ikki uppá almennu frágreiðingina, at ein einstakur gerningsmaður, Lee Harvey Oswald, drap forsetan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Talið fór upp við 41 milliónum í fjør. Umsetningurin er eisini væl hækkandi - í fjør lá hann um 280 milliardir krónur
Stroymingarsíðan Netflix hevur havt sínar avbjóðingar seinastu árini, og hevur eisini lagt hægri gjald á hjá haldaraum, umframt at hava gjørt tað trupult hjá fólki í ymiskum húsarhaldum at hava sama hald.
Nú gongur eisini betri hjá Netflix - bæði í mun til haldaratøl og inntøkur.
Í fráboðan í sambandi við ársrokniskapin fyri 2024, skrivar Netflix, at talið av haldum kring heimin nú fyri fyrstu ferð er oman fyri 300 milliónir.
Netflix fekk 41 milliónir nýggjar haldarar í 2024. Hetta skrivar Ritzau umframt fleiri altjóða miðlar.
Umsetningurin í fjør var 39 milliardir dollarar, sum eru umleið 280 milliardir krónur. Hetta er umleið 16 prosent meira enn í 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Grøna elorkuframleiðslan vaks við 18 prosentum og setti met fjórða árið á rað
Samlaða elframleiðslan fyri alt landið í 2024 var 480GWt, og býtið var smá 57 prossent varandi orka og góð 43 prosent olja. Eftirspurningurin eftir elorku økist framvegis, og øktist 5 prosent í mun til 2023, upplýsir SEV á síni heimasíðu.
Hetta er fjórða árið á rað, at burðardygga elframleiðslan setir met. Vøksturin í grønu elorkuframleiðsluni var góð 18 prosent. Í fjør kom grøna framleiðslan upp á 271 GWt í mun til ávikavist 229GWt í 2023, 225GWt í 2022 og 161GWt í 2021.
Í 2024 var elframleiðslan um alt landið 100 prosent grøn í tilsamans smá átta samdøgur. Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prossent grøn í góð 110 samdøgur.
Vindorkan staðið seg væl
Tað er serliga vindorkan sum hevur hilnast væl, og fjórða árið á rað er eisini met sett í vindorkuframleiðslu við 153 GWt, sum er nærum ein trífaldan av framleiðsluni av vindi síðan 2021 á 54 GWt.
Fleiri veitarar framleiða vindorku inn á føroyska elnetið, og býtið millum vindorkuframleiðarar var soleiðis:
Battarískipan ger mun
Battarískipanin á Sundi varð sett í verk í desember 2023, og gagnnýtslan av vindorkuni er økt úr 53 prosentum í 2022, tá vindmyllulundin á Gellingarkletti varð sett í rakstur, upp í 68 prosent í miðal fyri Gellingarklett og Flatnahaga í 2024.
Vatnorka
Óvanliga vátt veður m.a. í august og desember hevði við sær, at væl eisini er komið burturúr vatnorkuni í 2024, hóast fleiri av vatnorkuverkunum til tíðir ikki hava verið tøk. Smærru turbinurnar í Botni og á Strond hava verið úr rakstri, og byrgingin í Heygadali í Vestmanna stóð tóm í summar og fram til oktober, meðan m.a. rakstrarlúkan bleiv skift og rakstrartunnilin bleiv dagførdur.
Hóast hetta er úrtøkan úr vatni omanfyri miðal við 111 GWt. Harav stóð Eiðisverkið fyri meira enn helvtini við 61 GWt, sum er eitt av betru árunum á Eiðisverkinum.
Smá 9000 tons færri av olju enn 2023
Elframleiðslan úr olju var 208,5 GWt, sum er ein minking á góð 8 prosent í mun til árið fyri.
Tað eru 19 GWt færri enn í 2023. Tað svarar til 9000 tons av spardari tungolju og smá 30.000 tons av CO2 útláti. Við øðrum orðum meira enn ein tangabátur við olju er spardur. Vanliga koma uml. 7-8 tangabátar við olju um árið til elframleiðslu.
Væl eyðnaða grøna framleiðslan 2024 hevur við sær, at elframleiðslan úr olju, 208,5 GWt, er tann lægsta síðan 2021, sum higartil er árið, har elframleiðslan úr olju toppaði við 262,4 GWt.
Stór framgongd í biogassi
Biogassverkið Førka stóð fyri 1,5 prosentum av samlaðu elframleiðsluni. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men elorkan frá biogassverkinum øktist við 76 prosentum úr 4 GWt í 2023 upp í 7 GWt í 2024.
Suðuroy
Í Suðuroy hevur framleiðslan verið støðug, og ligið umleið góðar 35 GWt síðan 2019. Soleiðis var eisini í 2024, tá framleiðslan í Suðuroy gjørdist 35 GWt og býtið var 54 prosent grøn orka og 46 prosent termisk.
Framleiðslan úr vindi setti aftur í ár met í Porkeri við 17,3 GWt í mun til 15 GWt í 2023.
Vatnorkuframleiðslan í Suðuroy var skerd í 2024, orsakað av, at vatnorkuverkið í Botni verður dagført og bleiv tikið úr rakstri á vári í 2024. Verkið væntast aftur í rakstri á heysti í 2025. Sostatt var framleiðslan í Botni einans 1,8 GWt. Miðal fyri Botn liggur um 4,5-5 GWt um árið.
Friðaligt hevur verið á Vágsverkinum, meðan Suðuroyggin í tilsamans góð 110 samdøgur hevur havt 100% varandi orku inni á netinum, hóast eingin vatnorkuframleiðsla hevur verið síðan apríl 2024. Tað merkir, at Suðuroyggin tíðum hevur koyrt við 100% vindorku á netinum. Hetta ber bert til við battarískipanini og synkronkompensatorinum.
Tað sæst týðiliga, at battarítøknin í Suðuroy riggar væl, og best er tá javnvág er ímillum vindorkumáttin og elnýtsluna, tí gagnnýtslan av vindorkuni er væl betri í Suðuroy enn í meginøkinum. Í 2024 bleiv 75 prosent av vindorkuni gagnnýtt í mun til 70 prossent í 2023 og 46% í 2022, tá battarískipanin bert var virkin í fáar mánaðir.
Kelda: SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
- Vindorka er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygg. Hon minkar munandi um CO2-útlátið og stuðlar undir eina grøna umlegging til burðardyggar orkukeldur skrivar føroyski vindorkuveteranurin Jóhan í Niðristovu
Undir yvirskriftini: "Sparing á knappar 200 milliónir krónur við vindorku kemur ikki el-brúkarunum til góðar", hevur vindorkuíverksetin og ein av undangongumonnunum innan føroyska vindorku, vestmenningurin Jóhan í Niðristovu, givið sítt íkast til aktuella orkuorðaskiftið, sum í løtuni mest snýr seg um vindorkuna á landi.
Hann heitir í hesum sambandi á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar, sum eru við hesi varandi orkukeldu. Og hann heitir eisini á SEV og myndugleikan Orka um at samstarva um loysnir, sum kunnu minka munandi um yvirskotsorkuna. Seinast vísir hann á tær loysnir til at gagnnýta yvirskotsorku, sum privatu vindmylluframleiðararnir hava lagt fram.
Vindorka ístaðin fyri tungolju
Jóhan í Niðristovu vísir á, at við at brúka vindorku í staðin fyri tungolju í elframleiðsluni, kunnu stórar sparingar gerast.
Síðani 2022 hava vindmyllulundirnar í Flatnahaga og Gellingarkletti framleitt 357 GWt av vindorku. SEV hevur brúkt 225 GWt av hesum fyri 82,4 milliónir krónur – ein prísur á 36,62 oyru pr. kWt. Til samanberingar kostar tungolju-elframleiðsla umleið 125 oyru pr. kWt, ella 281,3 milliónir krónur fyri somu mongd.
Hetta sparir føroyska el-netinum 198,9 milliónir krónur, men brúkarin merkir einki til sparingina. Í staðin er søgan, at miðalprísurin á vindorku hækkar umleið 14 oyru pr. kWt, sum svarar til ein samlaðan kostnað á 30,9 milliónir krónur, tí SEV ikki gangnýtir yvirskotsorkuna. Uttan hesar vindmyllulundir so fekk el-brúkarin eina príshækking á áleið 40 til 45 oyru/kWt alt annað líka skrivar vindorkuverksetin úr Vestmanna. Hann skrivar víðari:
Búskaparligir fyrimunir
Umhvørvisligir fyrimunir
Framtíðarætlanir fyri yvirskotsorku
Privatu vindmylluframleiðararnir hava lagt fram loysnir til at gagnnýta yvirskotsorku, m.a. til:
Hesar loysnir kunna minka munandi um yvirskotsorkuna og harvið tær 30,9 milliónir krónurnar, sum KVF umrøddi í D&V fríggjakvøldið 17. januar 2025. Tó krevst samstarv millum SEV og myndugleikarnar Orku, sum enn ikki hevur játtað loyvi til slíka nýtslu.
Vindorka er ein langtíðaríløga
Hóast SEV rindar fyri ikki brúkta vindorku, er hetta ein partur av kostnaðinum fyri at tryggja eina støðuga og grøna elveiting. Vindorka er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygg, og vit heita á fjølmiðlarnar um at varpa ljós á teir stóru fyrimunirnar við hesi varandi orkukeldu skrivar Jóhan í Niðristovu í grein í miðlunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
Svenska fyritøkan Minesto, sum samstarvar við SEV um sjóvarfalsorku, skipar í næstum fyri seminari í Norðurlandahúsinum
Hvussu kunnu Føroyar menna eina orkuskipan, sum byggir 100 prosent á varandi sjóvarfalsorku. Hetta er spurningurin, sum verður til viðgerðar í Norðurlandahúsinum 3. februar.
Svenska fyritøkan Minesto, sum nú í fleiri ár hevur framleitt streym frá sjóvarfalsorkuverki í Vestmannasundi í samstarvi við SEV, bjóðar leiðandi mennarum av havorku, myndugleikum, vinnulívi og almenninginum at vera partur av tiltakinum seinnapartin mánadagin 3. februar.
Á tiltakinum fara umboð fyri Minesto at greiða frá fyritøkuni og tess verkætlan í Føroyum, sum tey siga er ein pionerverkætlan fyri sjóvarfalsorku á heimsstøði og kann gerast ein fyrimynd fyri onnur lond í sambandi við grøna orkuskiftið.
Martin Edlund frá Minesto fer at greiða frá 200 MW útbyggingini av sjóvarfalsorku. Síðani fara serfrøðingar og onnur at umrøða fyrimunir og avbjóðingar við verkætlanini.
Framløgurnar eru á enskum og hava yvirornaða heitið: “Our vision for a sustainable energy system in the Faroe Islands – unlocking one of the world’s most valuable tidal resource”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Maria P. Nólsoy, Líggjas Joensen og Mia Højgaard eru tilnevnd
Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024 eru ungir úrmælingar innan hondbólt, svimjing og amboðs fimleik.
Hondbóltsúrmælingurin á A-landsliðnum hjá kvinnum, Maria Pálsdóttir Nólsoy, ungi og sera evnaríki svimjarin úr Klaksvík, Líggjas Joensen, og stórtalentið innan amboðsfimleikin, Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024.
Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári.
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll, leygarkvøldið 1. februar 2024.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 20 ár - Hondbóltur
Maria er hetta seinasta árið flutt úr barndómsfelagnum Neistanum til at verða yrkisleikari hjá HH Elite í Horsens í Danmark, sum spælir í bestu donsku deildini – ein av heimsins bestu deildum.
Maria hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og hóast hon bara er 20 ára gomul, hevur hon fingið ein stóran leiklut á liðnum. Í landskappingini í heyst hevur Maria skotið 12 mál og gjørt 14 málgevandi sendingar í 9 dystum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy var somuleiðis við til at spæla Føroyar víðari til EM endaspælið hjá kvinnum, og hon hevði ein stóran leiklut í endaspælinum, tá ið Føroyar megnaði at vinna seg til eitt 17. pláss av 24 londum.
Maria hevur arbeitt hart og miðvíst fyri at koma langt í hondbólti, og hon hevur møguleika og evni at røkka høgum støði í altjóða hondbólti komandi árini.
Fyri sítt ágrýtni og sera góðu hondbóltsevni, verður Maria Pálsdóttir Nólsoy tilnevnd til heiðurin Ársins Stjørnuskot 2024.
Líggjas Joensen 16 ár - Svimjing
16 ára gamli Líggjas Joensen hevur havt einstandandi framgongd seinastu árini.
Líggjas hevur mestsum fast pláss á landsliðnum, og hann hevur havt úr at gera hetta seinasta árið.
Tilsamans 34 ferðadagar hevur hann verið burtur við landsliðnum, umframt minst líka nógvar við feløgunum – fyrst Ægir í Klaksvík og síðani Aalborg Svømmeklub, har hann hevur svomið síðani í summar.
Við góðum úrsliti var hann fyrst einsamallur føroyingur til HM á langgeil í Katar. Síðani var hann við til Danish Open í apríl, har hann vann fleiri gull, silvur og bronsur. Síðani var hann til NMU í Finnlandi í juni/juli, har hann vann tvær gull, eina silvur og eina bronsu. Í november/desember svam hann til NJM, har hann vann eina gull og tvær silvur - og at enda svam hann á stuttgeil til HM í desember, har hann fekk eitt 32. pláss, sum kvalifiserar til úrval á 2. stigi. Hartil koma heiðursmerkini, hann hevur vunnið til liðkappingar.
Líggjas eigur longu fleiri føroysk met og juniormet. Nú kappast hann um metini, sum Pál Joensen eigur, og hóast tað er ein trupul uppgáva, nærkast hann í hvørjum.
Hóast sín unga aldur hevur hann svomið seg til gullnál við stjørnu hjá SSF, sum er fyri besta avrik yvirhøvur, umframt hann hann rakk 800 AQUA-stig, sum eisini er ein sjáldsamur heiður. Føroyski svimjiheimurin valdi Líggjas til ársins mannliga svimjara í 2024, umframt at hann longu í 2022 varð valdur árins stjørnuskot innan svimjing.
Fyri síni framúr góðu evni og úrslit, verður Líggjas Joensen tilnevndur til Ársins stjørnuskot 2024.
Mia Højgaard 15 ár - Amboðsfimleikur
Mia Højgaard ein óvanliga góður amboðsfimleikari við heilt serligum evnum og imponerandi úrslitum. Bara 15 ára gomul hevur hon megnað at seta Føroyar á heimskortið innan amboðsfimleik fleiri ferðir hetta farna árið, tí hon hevur skarað framúr bæði í Føroyum og á altjóða stigi.
Í mars vóru boð eftir Miu, tá ið hon var boðin við á eitt danskt lið at luttaka í DM. Við Miu á liðnum gjørdust tær Danmarksmeistarar. Hetta vísir hennara dirvi og førleikar at kappast á hægsta støði, sjálvt móti eldri og væl royndari fimleikarum – og kortini skara framúr.
Í mai gjørdi hon bart í FM fyri kvinnuunglingar, tí hon vann gull í øllum fýra amboðunum og í allround. Mia var somuleiðis úttikin til smala danska landsliðshópin, sum tók lut í EM – bara 15 ára gomul – har hon ikki smæddist burtur í tí høga støðinum, sum eyðkennir altjóða fimleikakappingar.
Í november tók Mia lut í juniorkappingini um Danmarksmeistaraheitið, har hon prógvði, at hon er betri enn donsku íðkararnir, tí hon vann gull í allround, barr og liðkappingini – og silvur í gólv. Í november vann hon somuleiðis gull í liðkappingini í Føroyum.
Úrslitini farna árið prógva serstøku evnini, men tey prógva eisini, hvussu fjøltáttað og stinn Mia er innan øll fýra amboðini í fimleiki. Við sínum stóra ágrýtni, arbeiðssemi og nærlagni – samstundis sum hon altíð er fitt, fyrikomandi og niðri á jørðini - er Mia ein fyrimynd fyri aðrar ungar fimleikarar. Fyri síni framúr avrik, góðu evni og málrættaða arbeiði við fimleikinum verður Mia Højgaard tilnevnd til Ársins Stjørnuskot 2024.
***
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Sí eisini:
Tilnevningar til ÍTRÓTTAfelagsskapin 2024
Tilnevningar til ÍTRÓTTAvenjarin 2024
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
HB hevur slept einari bumbu í gjár. - Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju, sigur Teitur Gestsson
Teitur Matras Gestsson gevst við at spæla fótbólt. Málmaðurin hjá HB hevur í meira enn eitt áratíggju verið ímyndin av HB.
Við sínum 416 dystum fyri besta liðið eigur hann metið fyri flestar dystir í søgu felagsins.
- Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju. Og sjálvt um eg sigi farvæl sum leikari, so sigi eg ikki farvæl við felagið, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá HB.
HB takkar honum fyri tíðina.
- Vit siga farvæl við meira enn ein spælara. Vit siga farvæl við eina legendu, ein leiðara og eina fyrimynd, sum hevur givið alt fyri felagið. Og hóast handskarnir eru stórir at fylla, virða vit hansara avgerð og takka honum so hjartaliga fyri alt, sum hann hevur givið okkum HBarum.
Nakrar myndir úr myndagoymsluni:
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
25 ára gamli Marley Blair skoraði 11 mál fyri AB í 1. deild í fjør
- Tað er ein maður, sum hevur húsast á fínum adressum, ið nú verður at síggja inni í Vika. Hann er føddur í Huddersfield, men flutti á ungum árum til Liverpool, har hann í fimm ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum. Marley spældi á U18-liðnum hjá felagnum, og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár.
Soleiðis skrivaði AB á heimasíðu sínari í februar í fjør, tá felagið hevði fingið fatur á einum bretskum vongi.
Marley Blair hevur royndir úr lægri ensku deildunum og úr bestu íslendsku deildini, har hann í 2021-2023 spældi fyri Keflavík.
Í fjør spældi Blair við AB í 1. deild. Hann gjørdist toppskjútti fyri liðið av Argjum, sum ikki flutti upp.
Marley Blair sleppur tó at spæla í Betrideildini í 2025; hetta við HB. Felagið hevur heintað hann "yvir um ánna". Fleiri føroyskir miðlar skýra hetta eitt "óvæntað skifti".
HB kunngjørdi spælaran mikudagin. Nú 25-ára gamli vongurin er lagdur aftur at hópinum, sum hevur mist millum annað Áka Samuelsen og Emmanuel Duah, í mun til síðsta kappingarár. Báðir eru vengur.
Sambært bolt.fo er eisini ivamál um Mohammed Samba, ið annars hevur sáttmála, heldur fram í HB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024
Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.
Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024
Ari Olsen vandi við Hillerød eitt skifti í vetur, men 26-ára gamli strandingurin skal vera við í verjuni av FM-heitinum hjá Víkingi
Ari Olsen kom til Víking í 2020. Í tíðarskeiðum hevur orkuríki høgri bakkurin verið skaðadarvaður, og tað tók eina tíð eftir drúgvan knæskaða at vinna sær fast pláss aftur.
Strandingurin hevði tó sum heild sítt helst besta kappingarár í Víkingi í fjør, tá liðið sannførandi vann FM-heitið.
Ari var eisini við til at gerast steypavinnari í 2022, og nú hevur hann longt sáttmálan við Víking.
Harvið er endaliga greitt, at 26-ára gamli bakkurin heldur fram í ljósabláum. Ari Olsen vandi við Hillerød stutt eftir kappingarenda, og tað var uppá tal, at hann skuldi skifta til danska felagið, sum Adrian Justinussen og Daniel Johansen eisini spæla fyri.
Signar á Brúnni er givin, so tað verður í stóran mun Ari Olsen, ið kemur at mynda plássið sum høgri bakkur hjá føroyameistarunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2025
Var uppá tal at hann skuldi aftur til TB, men kviki 22-ára gamli spælarin úr Trongisvági hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri 2025
Eftir niðurflytingina hjá TB varð hann leigaður til EB/Streym, og har hevði Jens Erik Bruhn sum heild eitt gott kappingarár í 2024.
Hann spældi 28 dystir og skoraði fýra mál fyri EB/Streym í fjør, sambært FaroeSoccer.
Nú er endaliga greitt, at hann heldur fram í felagnum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.
TB vildi annars gjarna hava Jens Erik aftur í hvítt og svart, men nú hevur 22-ára gamli maðurin við royndum frá U21-landsliðnum skrivað undir sáttmála fyri 2025 við EB/Streym.
Sum skilst spældu arbeiðsviðurskifti inn - tað at spælarin hevur arbeiði norðanfjørðs.
Tað er ein møguleiki fyri, at Jens Erik Bruhn fer av landinum í summar, men í fyrru hálvu fær EB/Streymur í øllum førum ein týðandi brikk við.
Trongisvágsmaðurin er orkuríkur og ágrýtin, hevur nógva ferð, og kann spæla bæði á bakkinum og á vonginum. Samanlagt hevur Jens Erik spælt 126 dystir í Betrideildini og í kappingingini um Løgmanssteypið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Kolding IF liggur í løtuni á 7. plássi í næstbestu donsku deildini
Hann hevur spælt uttan fyri landoddarnar síðani á sumri 2020, og hóast nakað av áhuga úr Føroyum í vetur, so heldur Meinhard Egilsson Olsen fram við at at gera tað.
Kolding IF kunngjørdi leygardagin at felagið hevur gjørt sáttmála við 27-ára gamla føroyska landsliðsspælaran.
Kolding liggur í løtuni á 7. plássi í næstbestu donsku deildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2025
Fyrrverandi landsliðsspælararnir taka sær nú av U17-dreingjaliðnum í felagnum, har teir eru uppvaksnir
- Tað verða Gunnar Nielsen og Tróndur Jensen, sum fara at hava ábyrgdina av okkara U17-dreingjum í ár. Báðir hava drúgvar royndir á vøllinum, og nú standa teir fyri fyrstu ferð á síðulinjuni og dirigera.
Hetta skrivar HB á heimasíðu sínari, nú tveir av monnunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, eru farnir í gongd at venja liðið.
Gunnar Nielsen hevur ikki spælt fótbólt tvey tey seinastu árini. Nú 38-ára gamli fyrrverandi landsliðsmálverjin fór úr HB og úr Føroyum sum heilt ungur, og var í eini tjúgu ár yrkisspælari uttanlands, eins og fyrsti málverji á landsliðnum leingi.
Til venjing á Tórsvølli (Myndir: RS Media/hb.fo)
Tróndur Jensen var í fleiri ár ein av stuðulspælarum, og vann nógv steyp við barndómsfelagnum. Tað seinasta kom í hansara seinasta dysti fyri besta liðið: Í steypafinaluni í 2023 móti B68. Tekniskt sterki miðvallarin var nógv darvaður av skaðum seinastu árini men spældi millum annað nakrar landsdystir.
Nú eru Tróndur og Gunnar farnir undir nýggjar uppgávur í fótbóltsheiminum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Karen Sissal Kristiansen og Ruben Haraldsen hava avloyst Súsannu Mariu Hansen, sum eisini hevur verið næstforkvinna, og Poul Rói Mohr í nevndini
Nevndin í B36 skipaði seg eftir aðalfundin mikukvøldið. Har gjørdist greitt, at forkvinnan seinastu tvey árini, Marita Debess Magnussen, heldur fram sum forkvinna.
Hetta skrivar B36 á Facebook-síðu sínari.
- Góð undirtøka var fyri fundinum, har forkvinnan m.a. greiddi frá farna árinum og roknskapurin var lagdur fram.
Tvær broytingar í nevndini
Tvey tóku við afturvaldi á aðalfundinum, meðan tvey takkaðu fyri seg eftir fleiri ár í nevndini.
Forkvinnan Marita Debess Magnussen og Sigurd Rasmussen vóru tey, ið tóku við afturvali.
Súsanna Maria Hansen, sum eisini hevur verið næstforkvinna, og Poul Rói Mohr halda ikki fram í nevndini. Uni Holm Johannesen avloysir Súsannu Mariu sum nærstformaður.
Uppskot til nýggjar nevndarlimir vóru Karen Sissal Kristiansen og Ruben Haraldsen, og tey vóru bæði vald.
Nevndin hjá B36 sær harvið soleiðis út:
Marita Debess Magnussen, forkvinna
Uni Holm Johannesen, næstformaður
Jaspur Enghamar, kassameistari
Sigurd Kristiansen, skrivari
Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur
Karen Sissal Kristiansen, nevndarlimur
Ruben Haraldsen, nevndarlimur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2025
Føroyski professarin og granskarin hevur sjálvur royndir sum kropsligur venjari í stórum feløgum í stórum deildum, og hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini "Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice"
Bókin Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur út í mars á stóra forlagnum Routledge, og Magni Mohr er partur av nýggju bókini um toppfótbólt, sum kemur út í næstum.
Magni Mohr er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini drúgvar royndir í fótbóltsheiminum og við at granska fótbólt.
- Magni Mohr, professari, er millum mest endurgivnu fótbóltsgranskararnar í vísindaligum bókmentum, umframt at hann hevur arbeitt fyri fremstu fótbóltslið í millum annað Serie A í Italia, Premier League í Onglandi, LaLiga í Spania og fleiri landslið, og hann hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini, skrivar setur.fo.
Vágbingurin hevur áður starvast fyri millum annað Chelsea, Juventus, danska fótbóltssambandið og verið fysiskur venjari hjá føroyska landsliðnum og á fleiri FM- og steypavinnandi liðnum.
Nýggj gransking - umseta vísindini til praktiska venjing og fyrireiking
Bókin er um 350 síður. Tað eru fólk, sum granska í toppfótbólti, og kropsligum venjarum úr mongum londum, ið hava skriva. Bókin viðger nærum øll øki av kropsligari venjing og fyrireiking í toppfótbólti.
Magni Mohr hevur skrivað fyrsta partin, har kropslig krøv í nýmótans toppfótbólti verða viðgjørd (Physical and Physiological Demands of Football). Samstarv hevur verið við persónar við ábyrgd av kropsliga partinum í italska og portugisiska fotbóltssambandinum.
Føroyski professarin hevur eisini skrivað partin um skipan av kropsligari venjing (Periodization: Planning Fitness Training in Football) saman við italskum, pólskum og donskum granskarum, umframt kropsligum venjarum.
- Hetta er ein bók, sum tekur støði í nýggjari gransking, men eisini ein útgáva, har vit royna at umseta vísindini til praktiska venjing og fyrireiking. Tí eru tað vit, sum hava granskað mest í hesum, sum eru biðin um at skriva bókina, men eins týdningarmikið er tað, at tey, sum eru við, hava hollar praktiskar royndir frá toppfótbólti og tískil eisini kenna praktiska veruleikan, sigur Magni Mohr, professari.
Savnsmynd: Sverri Egholm
- Í dag er toppfótbóltur ein kapping um vitan, sum støðugt broytist. Tað, sum var rætt í gjár, er minni rætt í dag, og tí arbeiða tey fremstu vitanargrundað og saman við granskarum. Hetta hevur verið á veg í áratíggju og longu, tá ið eg var í Chelsea fyri mongum árum síðani, hevði liðið eina stóra ítróttargranskingardeild, so øll tey fremstu liðini arbeiða granskingargrundað nú. Brúk av tøkni er eisini vorðin ein stórur partur av gerandisdegnum í úrvalsfótbólti, og tá er neyðugt at hava fólk, sum skilja, hvussu dátur kunnu brúkast og, sum kanska er meira týdningarmikið, hvussu dátur ikki kunnu brúkast
Magni Mohr hevur skrivað fleiri enn 200 vísindaligar greinir um fótbólt og venjingarfysiologi, umframt fleiri bøkur og bókakapitlar.
Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur út fyrst í mars mánaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2025
Hann spældi fyrstu ferð við í 2015 sum 21 ára gamal
Tá Jóhan á Plógv Hansen hóskvøldið saman við hinum á danska landsliðnum vann ruddiliga 39-28 móti Sveis í HM-kappingini, var tað samstundis dystur nummar 100 hjá havnarmanninum.
Jóhan á Plógv Hansen var 21 ára gamal tá hann í 2015 á fyrsta sinni spældi á nógv vinnandi danska A-landsliðnum.
Síðani hevur 30 ára gamli høgri vongurin verið við til at vunnið HM-gull tríggjar ferðir á rað, OL-silvur, EM-bronsu og EM-silvur.
Higartil í hesum endaspælinum er tað ikki blivin til nógva spælatíð hjá Jóhan á Plógv Hansen. Hann spældi seinna hálvleik móti Sveis, og skoraði upp á øll síni trý skot í 39-28 sigrinum.
(Mynd: Håndboldherrerne)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2025
Annan sunnudag á rað møttust KÍF og Mjølnir, og júst sum seinast gjørdist úrslitið aftur 3-1 til KÍF
Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – Mjølnir 3-1 (25-16, 22-25, 25-20, 25-13)
Annan sunnudag á rað møttust KÍF og Mjølnir – hesa ferð í Kollafirði - og júst sum seinast í Klaksvík gjørdist úrslitið aftur 3-1 til KÍF.
Púra javnt gekk á í fyrsta setti, til støðan gjørdist 14-14, tá kinkur kom á hjá Mjølni, sum bara vann tvey stig aftrat, og so vann KÍF 25-16.
Eisini annað sett hjá Mjølni sá út til at vera farið í ommu sína, tá KÍF hevði lagt seg á odda 16-8, men 14 bóltar seinni var Mjølnir farið framum 20-18 og vann síðan settið 25-22 við tí fjórða av teimum seks settbóltunum.
KÍF var aftur omaná í triðja setti, har munurin vaks upp fýra stig, áðrenn hann minkaði aftur niður í 20-19, tá KÍF sleit seg leyst og vann 25-20.
Í fjórða setti megnaði Mjølnir ikki at koma afturíaftur, eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 10-3 og 16-6, og endin varð, at KÍF vann 25-13.
Hjá KÍF vóru tað serliga tær tríggjar Elsa Samuelsen, Sesilia Johnsdóttir Prior og amerikanska Daria Burrows, sum vunnu nógv av stigunum við ávikavist 20 (harav 7 serviess), 14 og 21 í part. Hjá Mjølni skaraði Osla Johannesen framúr við 17 stigum – harav 4 vóru serviess. Ingibjørg Sigridardóttir Müller og Sirið Hanusardóttir Samson stóðu fyri ávikavist 9 og 8 stigum. Í blokkunum vóru, sum so mangan, Óluva Mohr (KÍF) og Sirð Hanusardóttir Samson (Mjølnir) stinnastar við ávikavist trimum og tveimum blokkum hvør.
Við teimum trimum stigunum fyri dystin kemur KÍF upp á 17 stig, bara tvey aftanfyri Fleyr, sum er nummar tvey, sum gevur sæti í FM-finalunum. Tó skal havast í huga, at Fleyr hevur spælt tveir dystir færri.
Dráttur – TB 0-3 (7-25, 12-25, 10-25)
Við tryggum sigri á Drátti leygardagin, hevur TB lagt seg á fjórðaplássið í Hotel Djurhuus-deildini, bert eitt stig aftanfyri KÍF, sum hevur spælt ein dyst meira, og trý stig aftanfyri Fleyr, sum hevur spælt ein dyst færri.
Næsta leygardag tekur TB ímóti oddaliðnum SÍ og sunnudagin vitjar Dráttur Fleyr.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 25 stig
Fleyr 19 stig
KÍF 17 stig
TB 16 stig
Mjølnir 13 stig
Dráttur 0 stig
Komandi dystir:
Leygardagin 25. januar kl. 15: TB - SÍ í høllini í Trongisvági
Sunnudagin 27. januar kl. 13: Fleyr - Dráttur í høllini á Hálsi í Havn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2025
Fyrsta plássið í Polestar-deildini stóð upp á spæl millum SÍ og Mjølnir í toppdystinum í Sørvági sunnudagin
Polestar-deildin:
SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-21, 28-26)
Fyrsta plássið í Polestar-deildini stóð upp á spæl millum SÍ og Mjølnir í toppdystinum í Sørvági sunnudagin, og tað eigur SÍ framvegis eftir tryggan 3-0 sigur, sum eisini merkir, at SÍ hevur vunnið seg í finalurnar um føroyameistaraheitið. Men hóast tap, skal nógv henda, um Mjølnir ikki eisini verður mótstøðulið í finalunum, tí ÍF á triðjaplássinum er átta stig aftanfyri, og hevur spælt ein dyst meira enn Mjølnir.
Tó eru ikki allar vónir burtur hjá Mjølni um at taka fyrstaplássið aftur, sum gevur heimadyst í fyrstu og í eini møguligar triðju finalu, tí vinnur Mjølnir restina av teimum írestandi fimm dystunum, so verður Mjølnir nummar eitt. Dystirnir, Mjølnir hevur eftir, eru: Fleyr (h), Ternan (h), Fleyr (ú), SÍ (ú), ÍF (ú).
SÍ gjørdi sær dælt av svikaligu móttøkunum hjá Mjølni í fyrsta setti, og var fyri tað mesta eini tvey til fýra stig frammanfyri, til settið varð vunnið 25-21.
Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti, men so javnaði Mjølnir til 21-21, eftir at hava verið aftanfyri 15-19. Gleðin var tó stokkut, tí SÍ vann rest og settið 25-21.
Eitt sindur av spenningi kom í triðja setti, hóast SÍ kortini bara var aftanfyri eina ferð í settinum, tá Mjølnir var á odda 17-16. SÍ spældi seg til tríggjar dystarbóltar við støðuna 24-21, men Mjølnir hóraði tó undan og javnaði til 24-24 eftir fleiri lobbarar frá Phil Freere. Tað rakk tó ikki hjá Mjølni, tí við sætta dystarbóltinum eydnaðist loksins SÍ at vinna 28-26 við blokki frá Tóka í Haraldstovu.
Ternan – Fleyr 0-3 (20-25, 23-25, 15-25)
Fleyr spælir framvegis fyri bronsuni, og hon kann gerast veruleiki, um Fleyr vinnur trý stig í heimadystinum ímóti ÍF. Hinir tríggir dystirnir teirra millum hava allir verið fimmsettarar; Fleyr hevur vunnið tveir og ÍF ein.
Men haraftrat skal Fleyr vinna sínar pliktsigrar – og tað eru dystirnir ímóti Ternuni - og so er spurningurin bara, um Fleyr og ÍF megna at taka stig frá SÍ og Mjølni.
Hóast samanumtikið greiðan sigur til Fleyr í dag, so var kortini ikki eiðasørt av mótstøðu frá Ternuni, sum javnaði til 13-13 í fyrsta setti, áðrenn Fleyr sleit seg leyst og vann 25-20.
Í øðrum setti fylgdi Ternan væl við alt settið og var eisini frammanfyri 18-17, tá ið Fleyr vann fýra bóltar á rað og legði seg framum 21-18, áðrenn settið varð vunnið 25-23 við fjórða settbóltinum.
Í triðja setti var tó stórur munur, og Fleyr vann lættliga 25-15.
Støðan í Polestar-deildini:
Sí 30 stig
Mjølnir 25 stig
ÍF 17 stig
Fleyr 15 stig
Ternan 0 stig
Komandi dystur:
Sunnudagin 26. januar kl. 16: Mjølnir - Fleyr í badmintonhøllini í Klaksvík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2025
Føroysku úrslitini vóru í lakara lagi. Okkara OL-telvarar høvdu hægstu styrkitølini av øllum, men eingin teirra røkk fram millum teir fremstu tríggjar í røðini
Tað gjørdist eitt finalutalv burturav í seinasta umfari sunnudagin millum oddamenninar Ádam Ómarsson úr Íslandi, sum vann fyrstu seks talvini í kappingini, og avbjóðaran, Casper Liu, sum var eitt hálvt stig aftari.
Casper koppaði íslendska hvirluvindinum, og tryggjaði sær einsamallur sigurin í kappingini Janus Open á Eiði farna vikuskifti.
Casper Liu er 19 ára gamal. Hann endaði nummar trý í DM-meistaraflokkinum í fjør, fyrsta árið, ið hann var skikkaður at telva um DM-heitið. Vit fara tí væntandi at hoyra meira um hann í komandi tíðum.
Sama kann ivaleyst sigast um tann bara 17 ára gamla Ádam Ómarsson úr Íslandi, sum var um reppið at vinna kappingina. Kanska verður hann nýggi stórtelvarin, sum íslendingar bíða eftir.
Favoritturin sveik
Føroysku úrslitini vóru í lakara lagi. Okkara OL-telvarar, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen A. Apol og Rógvi Egilstoft, høvdu hægstu styrkitølini av øllum, men eingin teirra røkk fram millum teir fremstu.
Stórfavoritturin, Høgna Egilstoft Nielsen, hevði heldur miseydnaða kapping. Hann tapti fyri tveimum íslendingum, Páll Gauta Jónssyn og Símuni Thorhallssyni, og reyk tí afturum í røðini.
Rógvi Egilstoft var fyri somu lagnu, og endaði uttan fyri topp 10. Sum høvuðsfyriskipari hevur hann rímiligt ikki fingið hugsavnað seg til fulnar um sjálva telvingina.
Besta føroyska úrslitið fekk føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Hann endaði nummar fýra, men spilti sær spælið við at tapa fyri tí unga Peturi Gardar Magnussen. Luitjen fekk ongantíð høvið til at møta teimum fremstu í kappingini, tó at hann vann hini seks talvini.
Til stuttleikar kann nevnast, at av feðgunum í Sandavági var pápin, Torkil Nielsen, bestur hesaferð. Hann legði báðar synirnar, Høgna og Rógva, aftur um seg. Torkil vann í síðsta umfari spælandi á Páll Gauta Jónssyni, sum koppaði Høgna tíðliga í kappingini.
Topp 10 í Janus Open gjørdist hesin:
1. Casper Liu (Danmark) 2251 - 6½ stig
2. Ádam Ómarsson (Ísland) 2026 - 6 stig
3. Símun Thorhallsson (Ísland) 2223 - 6 stig
4. Luitjen Akselsson Apol (Føroyar) 2305 - 6 stig
5. Mikkel Vinh Loftgaard (Danmark) 2235 - 5½ stig
6. Noah Krug Wahlgreen (Danmark) 2148 - 5½ stig
7. Torkil Nielsen (Føroyar) 2041 - 5½ stig
8. Høgni Egilstoft Nielsen (Føroyar) 2390 - 5 stig
9. Bjørn Holm Birkisson (Ísland) 2153 - 5 stig
10. Carles Melado (Spania) 1926 5 stig
Í alt luttóku 103 telvarar.
Rós til fyriskiparar
Tað er at frøast um, at skipast kann fyri so stórari talvstevnu í Føroyum um veturin, og at til ber at lokka so frægar útlendskar telvarar hendanvegin.
Samstundis er tað ógvuliga gleðiligt, at føroyskir telvarar vóru fúsir at fara so mannsterkir til Eiðis at telva saman við øllum hinum í Kolshøll. Talan var sum nevnt um metstóra luttøku í einari talvkapping í Føroyum.
Rógvi Egilstoft var høvuðsstigtakari og fyriskipari. Hann eigur stórt rós uppiborið fyri so stóra fyriskipan, men aftrat sær hevur hann havt dyggan stuðul bæði úr Talvsambandinum og lokalsamfelagnum kring talvfelagið Rók í Sundalagnum.
Hetta gjørdist ein prýðiligur og vakur kransur til heiðurs fyri eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki, sjálvur gávuríkur og lovandi telvari sum smádrongur, barnaføroyameistari í harðari kapping við Flóvin Tór Næs í yngsta flokkinum í 1986 fyri teir, sum vóru 10 ár og yngri, men doyði í fjør, bara 46 ár. Honum var kappingin uppkallað eftir.
Rógvi Egilstoft er høvuðsfyriskipari av størstu talvstevnu í Føroyum higartil - Janus Open á Eiði farna vikuskiftið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald