Leygardagur 18. Jan 2025 | Nr. 3 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 4
SíÐa 25
SíÐa 26
SíÐa 34
SíÐa 43
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Endiliga er okkurt sum bendir á, at vónir eru um friðarlig viðurskifti aftur millum fólkið í Ísrael og londunum og búsetingunum rundanum.
Í vikuni frættist, at ein avtala er fingin í lag, og at avtalan eisini inniber, at teir jødarnir, ið vórðu tiknir gíslar í ógvusliga sniðálopinum á Ísrael úr Gaza í oktober 2023, nú loksins verða leyslatnir.
Hetta hevur verið eitt drúgt og ræðuligt stríð, kanska serliga fyri fólkið, ið búleikast í lítla tættfólkaða Gaza-geiranum. Væl eru vit vitandi um, at álopið, ið varð gjørt av servandum vápnaðum Hamas-fólkum var ómenniskjaligt og ræðuligt.
Men tað hevur hevndin hjá statinum Ísrael eisini verið. Revsingin, sum fólkið í Gaza hevur staðið modell til, stendur heldur ikki mát við uppruna illgerðina. Mett verður at kanska 70.000 fólk í økinum, sum er minni enn Streymoy, hava ligið eftirá. Meginparturin av bygningunum í tætt fólkaða økinum eru javnaðir við jørðina og oyðileggingarnar eru ófatiligar.
Okkurt bendir á, at konservativi ísraelski stjórnarleiðarin, hevur givið seg, hóast hann einaferð lovaði, at Hamas skuldi oyðast.
Nú er bert at vóna, at partarnir onkursvegna kunnu semjast um at binda frið, og vísa vilja til at vilja sættast. Tí tað er neyðugt, um liviligt skal vera í økinum. At loyva ísraelsfólkum at treiskast, taka nýtt lendi og lata sum um at palestinska fólki ikki eisini hevur rættindi til at liva og virka í økinum, ber ikki til.
Royndirnar frá tí at staturin Ísrael varð stovnaður í 1948 og fram til nú hava víst, at tað ikki sær út til at bera til at fáa frið í lag millum fólkasløgini.
Tí tykist ikki vera aðrar loysnir enn at altjóða samfelagið má traðka til. Altjóða samfelagið má taka um endan – senda friðarvarðveitandi styrkir inn í økið, og avmarka møguleikan hjá Ísrael og grannalondunum at virka hernaðarliga.
Tey londini, sum í síni tíð eggjaðu jødunum til at stovna statin Ísrael, mugu taka ábyrgdina og ásanna, at jødarnir ikki sjálvir megna at skapa frið í økinum. Og somu lond mugu eisini finna loysnir fyri palestinska fólkið, so at tey ikki slulu liva í neyðarsligum korum og umstøðum líknandi flóttafólkalegum. Alheimssamfelagið skal tryggja, at menningarhjálp eisini kemur til palestinska fólkið, so at tey fáa virðilig livikor, og vónandi harvið fáa onnur mál í teirra lívi enn at hevna seg inn á jødarnar, sum hava trongt seg inn í landið, sum tey hildu var teirra.
Ja, tað er naivt at hugsa so, og tað ber eisini til at finna og koma við øllum møguligum orsøkum til at tala fyri rættinum jødanna til framhaldandi at menna og verja landið, eins teir hava megnað hesi seinastu 75 árini. Men eitt hava tey ikki klárað, og tað er at skapa og tryggja frið.
Og ja, jødarnir eru ikki høvuðsorsøkin til ófriðin sum hevur herjað í økinum.
Høvuðsorsøkin er helst hálvhernaligu felagsskapirnir, ið hava fingið loyvi til at virka millum palestinska fólkið og hava fingið loyvi til at brúka civil, kvinnur og børn sum skjøldur í teimum ofta ómansligu sniðálopunum á jødarnar.
Slíkum virksemi má og skal ein altjóða friðarvarðveitandi herur forða fyri í framtíðini.
Hækkandi rentur, inflatión og kríggj hava ikki tálmað prísvøkstrinum, sigur Skyn
Prísirnir á bæði sethúsum og íbúðum kring landið hava verið methøgir í 2024. Nú er miðalprísurin fyri sethús í miðstaðarøkinum umleið 3,9 milliónir krónur, og fyri íbúðir er miðalprísurin umleið 3,1 milliónir krónur. Í størru økjunum er miðalprísurin umleið 2,3 milliónir fyri sethús, í smærru økjunum umleið 2 milliónir, og í suðurøkinum er miðalprísurin umleið 1,1 milliónir krónur.
Hetta skrivar meklarafyritøkan Skyn.
Seinastu árini við hækkandi rentum, hækkandi inflatión sum heild, kríggi o.ø. hava sostatt ikki tálmað prísvøkstrinum, og kunnu vit við ársenda 2024 enn eina ferð staðfesta, at sethúsaprísurin er methøgur.
Men ov lítið verður bygt.
- Tað er vorðið truplari at koma inn á marknaðin, og tað er eftir mínum tykki ein greið ábending um, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.
Um hædd verður tikin fyri aldrinum á sethúsunum, og hesi verða bólkað eftir aldri, sæst týðiligt, at miðalprísurin fyri eini hús, sum eru yngri enn 40 ár, er væl hægri enn miðalprísurin fyri eldri sethús. Eini eldri sethús krevja ofta fleiri kostnaðarmiklar ábøtur, og tí er prísurin ikki eins høgur. Sum dømi kann nevnast, at eini sethús í miðstaðarøkinum, sum eru yngri enn 40 ár, kosta umleið 4,3 milliónir krónur, meðan eini sethús, sum eru eldri enn 40 ár, kosta umleið 3,5 milliónir. Prísmunurin er sostatt 700.000-800.000 krónur.
Danski Tjóðbankin hevur nýliga greinað føroyska bústaðarmarknaðin og staðfestir, at prísgongdin í tíðarskeiðinum 2013-2023 kann í stóran mun skiljast út frá rentugongdini, reallønargongdini og útboðnum av bústøðum. Tjóðbankin metir sostatt ikki, at prísirnir eru yvirmettir.
Seinastu mánaðirnir er rentan lækkað, og útlit eru fyri fleiri rentulækkingum komandi tíðina. Harumafrmat er inflatiónin lækkandi og fleiri lønarhæking eru fyri framman.
- Tað fer væntandi at geva húsarhaldum størri fíggjarligt rásarúm. Í greiningini hjá danska Tjóðbankanum er ein niðurstøða, at um rentan hækkar ella lækkar við umleið einum prosentstigi, hækka ella lækka miðalprísirnir á húsum yvir tíð við umleið 12 prosentum. Tískil eru eisini fleiri tekin um, at sethúsaprísirnir kunnu halda fram at vaksa í 2025, nakað tað sama sum í 2024, sigur Petur Mohr Niclasen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum
Nú verða allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum framdar við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum. Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningarnar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai í 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran.
- Eg fegnist um at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata. Sum heild lyftir nýggi MR skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi diagnostiska øki í Sjúkrahúsverkinum, nú tað er møguligt at fremja fleiri og betri skanningar enn frammanundan, umframt at fleiri sjúklingar sleppa undan at fara til kanningar uttanlands, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Fleiri prostataskanningar og betri tænasta
Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark. Nú farið er undir at gera hesar skanningarnar í Føroyum, fer talið av skanningum at økjast nógv. Hetta tí, at framyvir verða allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta um tørvur er á at skanna fyri krabbamein í prostata.
Áður vórðu biopsiir gjørdar, heldur enn at ávísa allar sjúklingar til MR-skanning í Danmark. Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og meira vinarligur fyri menninar. Harumframt er hesin kanningarhátturin í samsvari við nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen, Krabbameinsætlanini frá 2022 og Dansk Urologisk Selskab.
Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.
Í 2024 vórðu í alt 595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er kapasiteturin stórur, og so at siga eingin bíðitíð at sleppa framat.
Við nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum. Fleiri skanningar kunnu gerast í Føroyum, sum áður hava verið framdar á viðgerðarstøðum uttanlands. Hetta er ein munandi betri tænasta til sjúklingar, sum nú sleppa undan, at fara av landinum til skanningar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2025
Í 2023 varð núverandi stjórin í GroAqua kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið
Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Suni Justinussen hevur síðani 1. oktober 2017 verið stjóri í GroAqua (fyrr JT Electric) á Kambsdali.
Suni hevur útbúgving sum maskinmeistari og íløguráðgevi, og hevur seinastu 25 árini virkað innan nógvar vinnur, sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju, maskinmaður hjá Maersk, íløguráðgevi í Betri Banka, sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone og seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua.
Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið. Her var serliga nevnt avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og menna GroAqua frá einari miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð við fokus, nútímans leiðsluhátti og framfýsnari virkismentan.
Suni er 43 ár, og býr í Leirvík saman við konuni Elly Justinussen og teirra 4 børnum.
- Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn. Eg fegnist um at Magn fær ágóðan av hansara leiðslustíli og nýhugsan, og eg gleði meg til samstarvið, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Magn.
Suni byrjar í starvinum sum stjóri í Magn 1. apríl.
Orkufelagið Magn verður í ár 100 ár. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. Felagið hevur ein flota av tangabilum, sum hvønn dag veita olju til skip, virkir og húsarhald um allar Føroyar.
Magn hevur hitatænastu, smyrjioljuveitingar og aðrar tænastur um alt landið. Magn hevur saman við LÍV- samtakinum bygt og rekur vindmyllulundina í Flatnahaga við seks vindmyllum. Umleið 155 fólk starvast hjá Magn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Fólkavøksturin er 0,5 prosent, sum er minni í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan
1. desember 2024 búðu 54.675 fólk í Føroyum, og tað eru 280 fleiri enn 1. desember árið fyri.
Talan er um ein vøkstur á 0,5 prosent, sum er minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá vøksturin var 0,7 prosent skrivar Hagstovan.
Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Minni burðaravlop og minni nettoflyting minka um fólkavøksturin.
Fólkatalið verður ávirkað av einari nettoflyting á 152 fólk, og einum burðaravlopi á 128.
Les eisini: Burðatalið vaks í 2024
Fólkavøkstur í 19 kommunum
Seinasta árið vaks fólkatalið í 19 av teimum 29 kommunum í Føroyum.
Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar, Nes, Vága og Skálavíkar kommunum. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Toftum, í Hoyvík, í Saltangará og í Skálavík.
Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari kommunu.
Størsta minking var í Eiðis, Vágs og Sunda kommunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2025
75 børn vórðu fødd í Runavíkar kommunu í fjør, sum er ein vøkstur á 50 prosent í mun til árið fyri
Burðatalið í Runavíkar kommunu í 2024 var tað hægsta síðan 1989, vísir ein uppgerð yvir livandi fødd í kommununi.
Í alt vórðu 75 børn fødd í kommununi í 2024. Hetta er í mun til 50 børn árið fyri, og tað er ein vøkstur á heili 50 prosent.
Sambært tølum frá Heilsumálaráðnum, vórðu 591 børn fødd í Føroyum í 2024, og tað er 17 fleiri enn í 2023. Í Runavíkar kommunu vaks burðatalið við 25.
– Verður kagað í hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri bygdirnar, sum eru í Runavíkar kommunu í dag, mugu vit leita heilt aftur til árgangirnar 1989 (92 børn), 1990 (72 børn) og 1991 (74 børn) fyri at finna líknandi burðatøl, skrivar kommunan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2025
Ein vøkstur á fimm prosent í mun til 2023, sum er eitt vet minni samanborið við árini frammanundan, skrivar Hagstovan
12,7 milliardir vórðu útgoldnar í lønum í 2024, og tað er ein vøkstur á 600 milliónir, ella fimm prosent, samanborið við 2023, skrivar Hagstovan.
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini, men vøksturin var tó eitt vet minni í 2024 samanborið við árini frammanundan.
Lønirnar útgoldnar í 2023 vóru 5,8 prosent hægri enn í 2022, og í 2022 vóru lønirnar 6,1 prosent hægri enn í 2021.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini.
Í longri tíðarskeið hava menninir átt umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum, og í 2024 var samlaða býtið 61,1 prosent til menn og 38,9 prosent til kvinnur. Hetta er meira javnt samanborið við 2023, hvar kvinnur áttu 37,8 prosent av samlaðu árligu lønunum.
Vøksturin í lønum samanborið við undanfarna árið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum upp á 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum.
Lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri í 2024 samanborið við 2023. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Tilsamans verða trý lan tikin til at rinda lán aftur, sum fellur til gjaldingar í summar
Landsstýrið tók 10. januar eitt lán á 350 milliónir krónur. Lánið er eitt 15 ára lán og rentan er 3,55 prosent. Lánið skal nýtast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar í summar.
2. juni 2025 fellur eitt lán á 1,645 milliardir krónur til gjaldingar. Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. 1. juli í fjør tók landsstýrið eitt 15-ára standandi lán á 900 milliónir krónur við eini effektivari rentu á 3,624 priosent. 10. januar í ár tók landsstýrið aftur eitt 15-ára standandi lán, hesa ferð á 350 milliónir krónur, til eina effektiva rentu á 3,55 posent.
Bæði hesi lán skulu brúkast til at rinda aftur lánið, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025.
Í mai verður væntandi aftur ein lántøka framd, tá tað sum restar í, tað er 395 milliónir krónur verður tikið í láni afturat, upplýsir Landsbanki Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Umfatandi neyðhjálpararbeið er neyðugt í oyggjalandinum í Kyrrahavinum vegna ógvusliga jarðskjálvtan, sum rakti fyri jól
Herfyri lat Reyði Krossur Føroya, í samstarvi við Føroya Landsstýri, 500.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Vanuatu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Ein bygningur í sama stíli skal byggjast í staðin
Konditaríið skal í næstum takast nður og nýggjur bygningur skal byggjast har.
Tað upplýsir Regin Petersen, stjóri í byggifyritøkuni HVT, fyri Kringvarpinum.
Tað er HVT sum eigur bygningin, sum konditaríið helt til fyri nú langari tíð síðan.
Í nógv ár var tað ein týðandi partur av miðbýarlívinum í Havnini. Seinastu nógvu árini hevur pitsa verið selt har og ymiskir handlar hava hildið til í hølunum.
Bygningurin er í so mikið vánaligum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla hann.
Nýggi bygningurin skal vera í sama stíli, sigur Regin Petersen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2025
Hetta kann taka upp til fýra mánaðir, staðfestir stjórin í Smyril Line, sum hyggur eftir hóskandi avloysaraskipi. Óvist er, nær frágreiðingin frá sjóferðslustýrinum fyriliggur
Hóskvøldið 2. januar hendi ein vanlukka í maskinrúminum á føroyska farmaskipið Glyvursnes. Hetta var meðan farmaskipið hjá Smyril Line lá við bryggju í Hirtshals.
Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreingingin fór fram. Tann eini lat lív, tann eini gjørdist álvarsliga skaddur og liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum, meðan tann triði slapp lutfalsliga snikkaleysur frá hendingini.
Enn er orsøkin til eldin og spreingingina í maskinrúminum á Glyvursnesi ikki staðfest. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, vil ikki siga meira um hetta, fyrrenn allar raportir fyriliggja. Hann fær ikki sagt, nær endaliga frágreiðingin frá danska sjóferðslustýrinum (Maritimu Havarínevndini), sum samstarvar við føroyska sjóvinnustýrið og Smyril Line um málið, fyriliggur.
Í viðtalu við Kringvarpið, segði Jens Meinhard Rasmussen, at skipið hevur fingið umfatandi skaðar.
Tað er ilt at meta um júst, júst hvussu leingi umvælingararbeiðið fer at taka, men metingin er tríggjar til fýra mánaðar.
Hetta verður gjørt á Ørskov-skipasmiðjuni í Frederikshavn. Glyvursnes er nú sleipaður hagar.
Smyril Line leitar í løtuni eftir einum skikkaðum avloysaraskipið fyri næstu mánaðirnar. Tað er heldur torført at fáa tað at hanga saman nú - men eisini at finna eitt hóskandi avloysaraskip, staðfestir Jens Meinhard Rasmussen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
- Við skipanini tryggjar kommunan sær, at øll børnini fáa góðan mat og lættir um gerandisdagin hjá foreldrunum
Matarskipanin í barnagørðunum Eikilund og Sóljuni í Vági heldur fram.
Frá apríl í fjør og árið út var ein royndarskipan við mati í Barnagarðinum Eikilund og Sóljuni roynd, og úrslitið var sera væleydnað, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Børn, starvsfólk og foreldur vóru sera nøgd við heilsugóða og fjølbroytta matin, sum var bjóðaður dagliga. Av tí sama hevur býráðið avgjørt at gera skipanina til ein fastan part av barnaansingini í Vágs kommunu.
Foreldur gjalda ikki eyka fyri matin. Ansingargjaldið er framvegis 1.800 krónur fyri hvørt barnið, við familjuavsláttri til fleiri børn, har samlaða gjaldið ikki fer upp um 3.500 krónur.
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at hetta er eitt gott átak fyri børnini í kommununi.
- Við matarskipanini tryggja okur ikki bara, at øll børnini fáa góðan mat, men okur lætta eisini um gerandisdagin hjá foreldrunum. Hetta er ein íløga í okra børn og framtíðina, sigur borgarstjórin.
Eikilund er ein dagstovnur normeraður til 90 børn tilsamans í tveimum vøggustovum og fýra barnagarðsstovum. Sóljan heldur til í Vágs skúla, og er ætlaður børnum, sum hava eitt ár eftir í barnagarði áðrenn tey skulu byrja í skúlanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp
Tá 7. og 8. floksnæmingarnir í Skála skúla møtu í morgun var tað til ein øðrvísi skúladag. Í dag stendur nevniliga frálæra í fyrstuhjálp ovast á tímatalvuni.
Og næmingarnir á Skála eru ikki teir einastu, ið fáa ein ørðvísi skúladag komandi tíðina. Tí, fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp.
Tað er Reyði Krossur Føroya, sum skipar fyri fyrstuhjálparskeiðunum, ið Betri Stuðul stuðlar fíggjarliga.
- At vit fáa hendan møguleikan at undirvísa 7. flokki, er framúr gott. Fleiri teirra eru aktiv í ymsum aktivitetum, har tey savnast í bólki. Tá kann okkurt óhapp henda, eisini meðan eingin vaksin er hjá, sigur Jákup av Skarði, ið starvast sum samskipari í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi og sum, saman við hinum í instruktør-toyminum, undirvísir kring landið.
Av ymsum orsøkum var ongin undirvísing til 7. flokk Í fjør. Tí verða teir næmingarnir loftaðir í 2025, nú teir ganga í 8. flokki.
Jákup av Skarði vónar fyrst og fremst, at fyrstuhjálparskeiðini kunnu verða við til at fyribyrgja at skaðar henda, tí fólk fara at hugsa um ymsar vandastøður.
- Síðani vóni eg, at um ein unglingi kemur til vandastøðu, ber til at vera róligur, hugsa seg um og hjálpa á bestan hátt, sigur hann.
Jákup av Skarði gleðir seg til at vitja á skúlunum og at samskifta við bæði næmingar og lærarar um fyrstuhjálp.
- Vit í Reyða Krossi halda nevniliga, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, sigur hann at enda.
Skúlavitjanirnar í fyrstuhjálp vóru fyrstu ferð í 2023. Fyrstuhjálpartoymið hjá Reyða Krossi Føroya fegnast um, at til ber at halda fram við hesum arbeiðnum í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Ein bilførari yvirhálaði annan vegin, og varð síðani tikin fyri at koyra 175 km/t hinvegin. Koyrikortið varð tikið, og viðkomandi noyddist at seta bilin
Fleiri ferðslumál vóru týskvøldið, har øll snúði seg um ferð. Í málinum í Eysturoyartunlinum var eisini ein yvirháling uppí.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini, var talan um skilaleysa og vandamikla yvirháling í undirsjóvartunlinum - og tað er jú altíð ólógligt at yvirhála í tunlum
Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur.
Hetta gjørdi viðkomandi, og tað var eisini eyðsæð. Bilurin varð máldur at koyra 175 kilometrar um tíman, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum. Harvið skuldi tikni bilførarin seta bilin á staðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Talan er um 20.000 krónur og 10.000 krónur til ávikavist hvíldarheimið og bókina ‟Bera og vinkonurnar” hjá Báru Silvansdóttir
Fyrsta sunnudag í advent 2024 skipaði Lions Tórshavn fyri adventshugna í Plantasjuni, har nógv fólk var komið saman.
Lions Tórshavn skrivar, at fleiri vóru komin at ogna sær jóladekoratiónir og tilfar til slíkar og annars ein heitan drekkamunn og okkurt gott afturvið. Horntónleikur og annað setti sín hugnaliga dám á.
Hetta var tó ikki "bert" hugni. Ágóðin av jólatiltakinum fór víðari til góð endamál. Tvey ymisk vórðu vald.
Fyri kortum handaði Lions Tórshavn næsta granna hjá Plantasjuni eina peningagávu á 20.000 krónur. Grannin er Hvíldarheimið Naina, ið fer at nýta peningin til gagns fyri trivnaðin á heiminum.
- Á Hvíldarheiminum, sum nærkast teimum 90 árunum, starvast eini 20 starvsfólk og heimið kann taka ímóti 27 fólkum í senn. Higar koma fólk at leita sær umsorgan, røkt, viðgerð og samanhang í sjúkugongdini, so lættari verður hjá teimum at venda aftur til sín gerandisdag.
Stuðlað ADHD-bók við 10.000 krónum
Í november mánaði kom út bókin ‟Bera og vinkonurnar”, sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað. Lions Tórshavn hevur nú stuðlað útgávuni við 10.000 krónum.
Bókin vísir á ein barnavinarligan hátt, hvussu tað kennist at hava menningarórógv og hvørjar avbjóðingar kunnu fylgja við hesum, skrivar Lions Tórshavn.
Sjálv kendi Bára Silvansdóttir seg ígjøgnum barna- og ungdómsárini altíð øðrvísi og føldi, at alt var nógv strævnari hjá henni enn hjá tvíburðabeiggjanum og javnaldrum hennara. Nú kom hon so á gátt hjá Lions Tórshavn at greiða frá bókini, sum hon fekk hugskotið til fyri fýra árum síðani.
– Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD-hátt, næstan orð fyri orð, sigur Bára, ið ynskir, at børn, ið hava ADHD, skulu kenna seg aftur og fáa eina betri sjálvsfatan, so tey ikki kenna seg einsamallan ella øðrvísi.
Bára Silvansdóttir og "Bera og vinkonurnar" (Mynd: ADHD-felagið)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Dagurin verður hildin seinnapartin í morgin við fyrilestri á Listasavni Føroya
William Heinesen er víðakendur bæði sum rithøvundur og sum listamaður. Hann var føddur tann 15. januar í 1900, og hevði tískil fylt 125 ár í ár. Í hesum sambandi verður dagurin hátíðarhildin á Listasavni Føroya í morgin, sunnudagin 19. januar klokkan 17.
Á skránni verður fyrilestur um William Heinesen við Bergi Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet. Fyrilesturin eitur “At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.”
Um fyrilesturin:
- Í einari tíð við tveimum heimskríggjum og vápnadubbing kendi William seg noyddan at venda aftur til eina meira sakleysa tíð og eitt meira upphavligt rúm. Hann fann sakloysi og uppruna allastaðni, og hesi fingu eisini seinastu orðini í hansara lívi: “Alt er endnu i vorden”, sum er áskriftin á gravsteininum hjá Williami og Elisu. Byrjanir og nýggjar byrjanir eru algongdar í verkum Williams. Hjá honum er føroysk mentan nýbyrjari í modernaðum evropeiskum høpi, hvalspýggjan ein elligamal nýbyrjari, glataðu spælimenninir saman við øllum amatørunum somuleiðis nýbyrjarar og pionerar í mun til professionalisering, og so eru tað øll børnini, stjørnurnar og allar tær mytisku tilvísingarnar, sum fylla lívsverkið við upprunasøgum.
Fyrilesturin lýsir, hvussu William sendir tilveruna og sítt egna lív inn í føroyska søgu og út í heimsbókmentaliga ringrás. William verður eisini lýstur sum mentanarberi og mentanarbrótari í einari broytingartíð og sum fremsta tjóðarikon Føroya."
Tiltakið er ókeypis og til ber at vitja føstu framsýningina, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja.
Hetta er fjórði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Í sambandi við runda dagin útgevur Listasavnið fýra serprent eftir William Heinesen og Zacharias Heinesen.
Serprentini eru prentað sum giclée-prent. Henda tøkni brúkar pigmentblekk, ið veitir serliga ríka litgóðsku og upploysn. Pigmentini kunnu halda upp í 100 ár, uttan at prentið litferst. Serprentini eru prentað á 100% sýrufrítt bummullspappír (Hahnemühle, Cotton Premium 300/g m 2 ). Støddin er 25,5 x 29,7 sentimetrar. Serprentini verða til sølu á degnum.
Savnið er opið frá kl. 17 til 19.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Farna vikuskiftið helt Føroya Symfoniorkestur saman við kóri sínar árligu nýggjárskonsertir
Føroya Symfoniorkestur og kór undir leiðslu av Bernhard Wilkinson helt tvær væleydnaðar nýggjárskonsertir farna fríggjakvøld og leygarkvøld.
Solisgur í ár var svenska operasangarinnan Susanna Andersson. Á nýggjárskonsertini vóru tríggir av drúgvu limunum í orkestrinum heiðraðir. Bogi Lützen, ið var við frá byrjan av, og Atli Petersen, gevast sum fastir limir í orkestrinum, meðan Sámal Petersen gevst sum konsertmeistari.
Tað verður Jón Festirstein, sum tekur yvir sum konsertmeistari.
Føroya Symfoniorkestur hevur fleiri verkætlanir fyri framman:
Leygardagin 1. mars fær orkestrið helst størstu áhoyrarafjøld higartil, tá konsert verður í spildurnýggju stórhøllini við Tjarnir. Hetta verður ein forkunnug konsert við heiðursgestum úr Vágaverki: Magnus á Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall. Eisini vera Marius Ziska og Lea Kampmann við sum solistar.
Leygardagin 15. mars verður árliga várkonsertin, tá orkestur, kór og solistar fara at framføra Requiem hjá Giuseppe Verde. Sviin Fredrik Burstedt fer at stjórna orkestrinum, og solistar verða íslendingurin Agnes Thorsteins, sopran, sviin Emma Sventelius, mezzosopran, norðmaðurin Bror Magnus Tødenes, tenor og Zaza Gagua úr Georgia, bassur.
Leygardagin 5. apríl verður barnakonsert í Norðurlandahúsinum og í Varpinum í Klaksvík. Tá fer Symfoniorkestrið saman við Annfinni Heinesen at framføra ævintýrið "Veiða Vind" hjá Kára Bæk og Rakel Helmsdal.
Nógv fleiri myndir frá nýggjárskonsertini her
Jens Kr. Vang tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2025
Játtanin til Tónleikasamband Føroya og Symfoniorkestrið hækkar
Játtanin til Tónleikasamband Føroya, sum fyri fyrstu ferð kom á fíggjarlógina í 2024, er hækkað úr 500.000 og upp í 700.000 krónur við fíggjarlógini fyri 2025. Hækkingin er oyramerkt til skipanina Økistónar, sum skal fremja og tryggja fleiri konsertir við høgari góðsku kring alt landið, árið runt.
Í uppskotinum frá landsstýrinum varð skotið upp at hækka játtanina til Symfoniorkestrið við 200.000 krónum. Samgonguumboðini í fíggjarnevndini løgdu 300.000 krónur afturat, soleiðis at játtanin hækkaði við tilsamans hálvari millión. Játtanin í ár verður sostatt 3,5 milliónir krónur.
Eisini fingu Tórshavnar Big Band og Aldubáran hvør sína egnu undirkonto á fíggjarlógini við einari játtan áljóðandi 240.000 krónur hvør.
- Tónleikurin savnar okkum. Hann hevur ein serligan týdning fyri okkara mentanarliga og sosiala lív og samleika. Tónleikurin dugir at sameina okkum í felagsskapum, á festivalum og til alskyns mentanarlig tiltøk. Eisini hava okkara dugnaligu tónleikarar mangan sett Føroyar á heimskortið.
– Tónleikurin hevur eisini eina serliga ávirkan á menningina hjá børnum og ungum. Hann kann stimbra skilvitið, skapandi evnini og sjálvsálitið hjá okkara ungu dýrgripum.
– Tónleikur er tí ikki bert undirhald - men ein megi - sum kann broyta sinn og lív okkara. Tí eri eg so takksom fyri, at samgongan hevur raðfest tónleikaøkið á fíggjarlógini fyri 2025, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2025
Framyvir fáa tey, ið fáa starvslønir og listafólkalønir, 15 prosent í eftirløn
Við fíggjarlógini fyri 2025 og við broyting í kunngerðini fyri Mentanargrunn Landsins fáa tey, ið fáa starvslønir og listafólkalønir frá og við 1. januar 2025 15 prosent í eftirløn.
Hetta er fyrstu ferð, at starvslønir og listafólkalønir fáa eftirløn.
Eisini er ein millión krónur játtað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.
Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita ta nýggju játtanina, og tískil er kunngerðin um Mentanargrunn Landsins broytt samsvarandi.
– Eftirløn til okkara dugnaligu mentafólk hevur tíverri leingi vantað. Tað var tí nakað, ið samgongan beinanvegin setti sær fyri at broyta. Tí eri eg ómetaliga glað fyri at síggja orðini í samgonguskjalinum blíva til veruleika, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku í døgunum 22. februar til 2. mars. Tá hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KVF og livandi framførslur og framløgur kring landið
– Ætlanin er, at Spæl Føroyskt skal gerast eitt landsumfevnadi tónleikaátak. Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá ellisheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum sálmum til modernaðan popp, skrivar Tónleikasamband Føroya í tíðindaskrivi.
Seinastu árini hava fleiri dagstovnar, skúlar, spælistøð, kirkjur og kommunur tikið undir við Spæl Føroyskt-vikuni, og er vónin hjá fyriskiparunum, at uppaftur fleiri fara at luttaka í ár.
– Vit vilja, at vit øll í felag verja okkara tónleikaarv, menna tónleikapallin og kveikja áhuga fyri tónleiki og føroyskum tónleiki. Tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.
Mann kann gerast partur av Spæl Føroyskt-vikuni við at skipa fyri tónleikatiltøkum í døgunum 22. februar til 2. mars og skráseta tiltøkini á musikk.fo.
Talan kann vera um m.a. framførslur, framløgur, og felagssang.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2025
Ungi og gávaði urguspælarin, sum nemur frálæru í Danmark og Niðurlondum, tók í fjør stig til at hava eina afturvendandi nýggjárskonsera á nýggju urguni í Hoyvík
Sunnukvøldið 19. januar kl. 19 verður nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju.
Talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí fyrstu ferð hetta varð roynt var í fjør, tá hin ungi og gávaði urguspælarin, Ari Hammer Joensen ,tók stig til hetta tiltak. Hann nemur í hesum árum frálæru innan urguspæl, og hevur lisið bæði Danmark og í Niðurlondum.
Ari Hammer Joensen er fúsur aftur í ár at bjóða fólki til nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju, og skráin sær soleiðis út:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Countrykonsert við vælumtóktum føroyskum sangarum verður í Lívdini 25. januar
Nú hevur tú møguleikan at hoyra teir væl kendu sangirnar hjá Johnny Cash so sum: “I walk the line”, “Jackson”, “Rose of My Heart”, “Personal Jesus” og fleiri aðrir við nøkrum av best umtóktu sangarum og tónleikarum í Føroyum!
Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen og Svein í Prestgarði koma at framføra sangir hjá Johnny Cash saman við einum frálíkum tónleikabólki leiddur av Henning Hjalt Nicodemussen.
Vit kenna Magna Christiansen og Svein í Prestgarði á countrypallinum, men tað er ikki so ofta, vit hoyra Bárð á Lakjuni á countrypallinum.
Men sum Bárður sigur: ”Johnny Cash hevur altíð verið ein av mínum fyrimyndum innan country tónleik, og tí segði eg ja beinavegin, tá eg varð spurdur, um eg vildi luttaka á hesi konsertini”.
Konsertin verður í Lívdini í Hoyvík 25. januar kl 21.
Atgongumerki kunnu keypast á www.praisehim.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Leikurin er á føroyskum, er tillagaður einum yngri málbólki og byggir upp á kendu operuna hjá Georges Bizet
Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya.
Talan er um ein fittan barnaleik, ein sonevnd pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar.
Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”; 16 gentur í aldrinum 9 til 15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa.
“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er á tremur við kendum tónum, sum “Habanera” og “Toreador”-sanginum – sum nú er týdd til føroyskt. Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk, og snýr seg um ein leikbólk, sum ferðast runt, og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.
Sýningin er umleið 35 minuttir.
(Mynd: HeinesenMyndir)
Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen
Koreografi: Diana J. Hansen
Plakat: Kjartan Magnussen
Myndir: HeinesenMyndir
Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya
Leygardagin 18. januar kl. 14 og 15:30
Sunnudagin 19. januar kl. 14
Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Bretski loftferðslumyndugleikin CAA hevur givið týska rúmdarfelagnum RFA endaliga loyvið til útskjótingar frá SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi, bert 108 fjórðingar úr Føroyum
Týska rúmdarfyrtøkan Rocket Factory Augsburg, stytt RFA, hevur nú fingið endaliga loyvið frá bretska loftferðslumyndugleikunum, Civil Aviation Authority, CAA, at skjóta sakettir upp av SaxaVord rakettútskjótingarstøðini á oynni Unst, norðastu oynni í Hetlandi.
Roknað verður við, at fyrsta lodrætta rakettútskjótingin verður einaferð í ár. Tað verður sostatt tann fyrsta rakettútskjótingin, ikki bara í Hetlandi ella Bretlandi, men í Evropa.
Unst liggur bert einar 200 kilometrar ella 108 fjórðingar úr Føroyum.
Evropeiski rúmdarstovnurin, ESA, hvur skotið nógvar rakettir út í rúmdina, men tær útskjótingarnar eru allar farnar fram í franska økinum, Franska Gujana, sum liggur norðast á suðuramerikanska meginlandinum.
Útsett fleiri ferðir – seinast eftir spreinging í august
Tá fyrsta útskjótingin verður frá SaxaVord Space Center verður tað sostatt ein 30 metra long rakett, kalla RFA One, sum verður send út í rúmdina.
Ætlanin um at senda út rakettir úr Hetlandi eru eftirhondini gamlar, og hava eisini verið útsettar fleiri ferðir.
Ætlanin hjá RFA fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá ein roynd við at seta gongd á rakettmotorarnar, ein sokallað ‘hot fire test’, miseydnaðist í august í fjør, og tað endaði í einari stórari spreinging.
Sí: Eldur kom í rakettmotorarnar
Áðrenn tann fyrsta rakettútskjótingin kann setast í gongd, skal umvælingin av skaðunum, sum hendi á útskjótingarpallinum gerast liðug, og so skal ein nýggj sokallað eldroynd gerast við teimum nýggju rakettmotorunum, sum eru bygdir á verksmiðjuni í Augsburg eftir óhappið í august.
Í mesta lagið 10 útskjótingar um árið
Loyvið, sum RFA hevur fingið frá bretsku flogferðslumyndugleikanum, CAA, hevur tað avmarking, at tað skulu vera í mesta lagið 10 rakettútskjótingar um árið, og ongantíð meira enn tvær um mánaðin, skrivar ShetNews.
Aðrar treytir eru eisini settar, so sum at trygdin skal vera í hásæti, at felagið er væl tryggjað og eisini at avtalur eru fingnar upp á pláss við grannalondini.
Rakettirnar, sum verða sendar út í Hetlandi, verða sendar í nirðureftir, og rakettirnar fara sostatt gjøgnum føroyskt loftrúm á veg út gjøgnum atmosferuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
21 ára gamla Karen Kyllesø náddi fram mánadagin. Hon brúkti 54 samdøgur upp á túrin
21 ára gamla norska kvinnan, Karen Kyllesø frá Årdal í Vestlandet, kom mánadagin fram til Suðurpólin, einsamøll á skíðum.
Hon brúkti 54 samdøgur upp á túrin, júst tað dagatalið hon hevði sett sær fyri, og hevði pakkað mat og útgerð til. Viðførið varð pakkað á tvær sletur, sum tilsamans vigaðu 100 kilo, tá hon byrjaði túrin, skrivar NRK.
Túrurin var 1.130 kilometrar langur, og málið liggur 2.800 metrar yvir havinum. Miðalkuldin í økinum er -25 stig.
Pápi Karen, Håkon Kyllesø, vátar fyri NRK, at dóttirin er komin fram til Suðurpólin. Ferðin hevur ikki verið heilt uttan trupulleikar. Fyri tveimum døgum síðani var hon ógvuliga hart rakt av kuldaastma, og hon mátti seta seg í samband við lækna fyri at leita sær ráð.
Hon hevur gingið umleið 100 kilometrar um samdøgrið á ferðini, men leygardagin megnaði hon ikki meira enn 23 kilometrar, upplýsir pápin. Tá hevði hon 51 kilometrar eftir á mál.
Tað eru seks ár síðani, at unga norska gentan setti sær fyri at verða tann yngsta, sum einsamøll náddi fram til Suðurpólin. Síðan tá hevur hon verið í harðari venjing og hevur gingið langar túrar á skíð á Hardangervidda, Finnmarksvidda, í Norðursvøríki og á Svalbarð.
Sum 15 ára gomul gekk hon tvørtur um innlandsísin í Grønlandi á skíðum.
NRK skrivar, at tveir aðrir norskir borgarar hava í ár gjørt royndir at koma fram til Suðurpólin við egnari hjálp, men báðar hesar royndirnar miseydnaðust.
Arne-Kristian Teigland sær at gerast skjótasti maður til Suðurpólin, men hann gjørdist illa fyri og svímaði. Eitt flogfar mátti koma eftir honum. Hetta var fyrst í januar.
Og Kristina Harlia mátti eisini bróta túrin av, tá hon fekk trupulleikar við rygginum.
Myndirnar av Karen Kyllesø eru tiknar av hennara vanga á Instagram - Friluftsjenta
Karen Kyllesø avmyndað á Union Glacier leguni undan fráferð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Vit vilja ikki vera danir, vit vilja ikki at vera amerikanarar, vit vilja vera grønlendingar
Grønlendski landsstýrismaðurin, Múte B. Egede, er ein nógv umbiðin harri í hesum døgum.
Hóskvøldið var hann at síggja á amerikansku sjónvarpsstøðini, Fox News, og svaraði spurningum um stóra áhugan frá Donald Trump fyri Grønlandi.
- Vit vilja ikki vera danir, vit vilja ikki vera amerikanarar. Vit vilja vera grønlendingar.
- Men eg haldi, at vit kunnu samstarva á fleiri økjum, segði Muté B. Egede.
- Eg skal gera tað greitt. Vit ynskja ikki at vera amerikanrar ella ein partur av USA, men vit vilja hava eitt sterkari samstarv við USA, segði landsstýrisformaðurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2025
Nýggju tunlarnir norður um fjall eru ikki bert eitt stórt framstig fyri ferðslutrygdina og gerandisdagin hjá fólkinum á staðnum. Tunlarnir hava eisini við sær, at tað hevur borið til hjá Sev at dagføra og styrkja elnetið norður um fjall munandi, upplýsir Sev
Nakað áðrenn tunlarnir norður um Fjall lótu upp 19. desember, varð sløkt fyri søguligari linju hjá Sev. Higartil hevur streymurin til økið verið veittur ígjøgnum loftlinjur, sum vegna veður og vind hava kravt nógv viðlíkahald. Hesar linjur eru nú tiknar úr rakstri og í staðin verður streymurin fluttur ígjøgnum kaðalar, sum eru lagdir í tunlarnar.
Á leið 18 kilometrar av elkaðali eru lagdir ígjøgnum og millum tunlarnar, og hetta er ein munandi dagføring av elveitingini. Orkutørvurin er nógv øktur seinastu árini, m.a. við smoltstøð á Viðareiði, so tørvur hevur leingi verið á at dagføra elveitingina. Tað er nú gjørt, og elveitingin norður um fjall er framtíðartryggjað fleiri ár fram.
Í tí sambandi er eisini nýggjasta fjallalinjan hjá Sev – 30 ára gamla Depilslinjan - endaliga sløkt. Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev, fekk æruna av at sløkkja hana, nú hon ikki er neyðug longur.
- Tað er sorgblítt at taka linjuna út, men samstundis er hetta ein alvorliga spennandi løta, sigur Hallur Biskupstø.
Tað eru fleiri fyrimunir við at leggja kaðalar, heldur enn at nýta linjur. Kaðlar eru betur vardir móti uttanhýsis ávirkan sum ódnarveðri og kulda. Og skulu umvælingar gerast, so er lættari atkomuligt kaðlunum, enn at ferðast um fjøll, fyri at bøta um linjurnar.
Nýggju 60 kV kaðlarnir veita orku til alt økið norðan fyri Klaksvík umframt stóra vinnuvirksemið í økinum. Við nýggju tunlunum eru væntanir til búðstaðarvøkstur í økinum, og tí er orkuførið (kapasiteturin) eisini økt og framtíðartryggjað.
371-1 er úti - Hallur Biskopstø, installatørur og serfrøðingur hjá Sev, brýtur av Depilslinjuna fyri seinastu ferð. 30 ára gamla linjan er nýggjasta fjallalinjan hjá Sev, og gongur millum verkið á Strond og Depil uppum Lokkan. Hon verður ikki sett í rakstur afur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Á verkstovu á Jarðfeingi í farnu viku var m.a. greitt frá, hvat CO2-goymsla er, og hví tað er neyðugt at menna hesa tøkni, men eisini hvørjir fyrimunir eru við goymslu í basalti í mun til goymslu í gomlum olju- og gassgoymslum, sum eitt nú hevur verið gjørt í Norðsjónum síðani 1990’ini
Herfyri var verkstova hildin á Jarðfeingi, har greitt varð frá um ætlanir at gera eina royndarverkætlan við CO2-goymslu í Føroyum. Luttakarar vóru bæði úr Føroyum og útlondum.
Úr Føroyum vóru millum onnur umboð frá landsumsitingini, Fróðskaparsetur Føroya umframt umboð frá vinnuni við. Úr útlondum vóru Equinor úr Noregi og 44.01 úr Bretlandi eisini við.
Rakul Maria Johannesen, Ph.D.-lesandi á Jarðfeingi, staðsett á Universitetinum í Oslo, byrjaði fyri yvir tveimum árum síðani sína PhD-verkætlan “Tinna – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útláti”. Ein verkætlan, sum millum annað er stuðlað av Granskingarráðnum. Tað er í hesum samanhangi, at samband er fingið við Equinor og 44.01, og samstarv sprottið.
Á verkstovuni varð millum annað greitt frá, hvat CO2-goymsla er, hví tað er neyðugt at menna hesa tøkni, men eisini hvørjir fyrimunir eru við goymslu í basalti í mun til goymslu í gomlum olju- og gassgoymslum, sum eitt nú hevur verið gjørt í Norðsjónum síðani 1990’ini.
Í stuttum kann sigast, at samanrenningin av basalti, CO2 og vatni ger, at CO2 søkkur niður í undirgrundina og verður umskapað til tinnur eftir fáum árum. Henda sama tilgongd at gera CO2 um til mineral, kann taka upp til fleiri túsund ár, har onnur grótsløg verða brúkt. Skjóta mineraliseringin, sum hendir, tá ið CO2 verður upployst í vatni og koyrt niður í basalt, hevur við sær, at vandin fyri lekum er nærum ikki til staðar. Til ber at lesa meira um CO2-goymslur her.
Tað, sum liggur í kortinum nú, er at fara í gongd við royndarverkætlanina DecarbFaroe. Henda verkætlan skal, sum navnið eisini avdúkar, gerast í Føroyum.
Um alt gongur sum ætlað, verður umsókn í vár send EU stuðulsgrunninum Clean Energy Transition Partnership (CETP) um pening til royndarverkætlanina. Tey, ið mynda hesa verkætlan, eru samanlagt 21 samstarvsfelagar. Tey flestu eru úr Evropa, men India og USA eru eisini umboðað. Úr Føroyum eru umframt Jarðfeingi SEV og Bakkafrost við í umsóknini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Russland hevur skaffað fleiri hundrað útslitin tangaskip at taka sær av oljuútflutninginum, og avmarka inntøkurnar frá oljuídnaðinum
Hundraðtals gomul og illa viðlíkahildin tangaskip flyta russiska olju gjøgnum Eystrasalt og út í restina av heiminum.
Talan er um sokallaða skuggaflotan, sum russar brúka fyri at sleppa undan loftinum, sum vestanlond hava sett fyri at avmarka russisku oljuinntøkurnar.
Skipini í skuggaflotanum eru sum oftast niðurslitin, og sigla undir hentleikaflaggi – tað vil siga, at tey eru skrásett í londum, sum ikki hava eftirlit við teimum. Eitt nógv brúkt land at skráseta slík skip er Cooksoyggjar í Kyrrahavinum.
Eitt annað land er afrikanska landið, Gabon, hvørs altjóðafloti tvífaldaðist í øðrum hálvári av 2023.
Metingarnar av hvussu stórur skuggaflotin er, eru ymiskar, heilt millum 400 og yvir 1.000 tangaskip.
Tey virka ikki heilt í skugganum, tí tey dylja til dømis ikki fyri, at tey heinta lasina á russiskum oljuterminalum. Men hinvegin er tað verri at finna av, hvør eigarin er, og hvussu hesi skip eru tryggjað.
Sleppa undan prísloftinum
Í 2022 settu G7-londini og ES eitt prísloft fyri keyp av russiskari olju. Endamálið var at minka um inntøkurnar hjá Russlandi uttan at órógva altjóða oljumarknaðin. Russland skuldi framhaldandi sleppa at flyta út olju, men til ein lægri prís.
Prísloftið virkar á tann hátt, at tryggingarfeløgini ikki sleppa at tryggja skip, sum flyta russiska olju, ið verður seld fyri hægri prís enn prísloftið.
Sambært reglugerðini hjá sjóvinnustovninum hjá ST, IMO, skulu øll skip verða tryggjað av einum álítandi tryggingarveitara. Í praksis merkir tað, at tryggingarnar verða stýrdar av IG, sum er eitt netverk av stórum tryggingarfeløgum, sum tryggja flutning til havs.
Tá prísloftið varð sett í gildi, vóru 70 prosent av skipunum, ið fluttu russiska olju, tryggjað í feløgum undir IG, men hesin partur er nú minkaður niður í 10 prosent, vísir ein kanning hjá Kiev School of Economics.
Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá Russlandi framhaldandi at flyta út olju til ein hægri prís, enn vesturlond høvdu ásett. Núverandi prísurin er lægri enn hann var, men enn greitt oman fyri markið, sum G7 setti fyri tveimum árum síðani.
Gomul og niðurslitin skip
Skipini í skuggaflotanum eru í miðal nærum 20 ára gomul, og nærkast sostatt endanum á teirra livitíð. Hetta merkir, at vandin fyri vanlukkum og lekum er nógv størri enn hann er við nýbygdum skipum.
Hartil eru skipini ofta illa hildin. Tá skipið Eagle S herfyri varð kannað, vóru fleiri álvarsligir trygdarvandar staðfestir.
Hósdagin í farnu viku misti eitt annað av skipunum í skuggaflotanum, Eventin, mannereringarevnini tá tað fekk maskinbrek í týskum sjógvi í Eystrasalti. Týskir sleiparar máttu í skundi út í ringum veðri fyri at forða fyri eini umhvørvisvanlukku. 18 ára gamla Eventin hevur 100.000 av olju umborð.
Onnur tangaskip í skuggaflotanum hava eisini verið innblandað í vanlukkum og vandastøðum, eitt nú út fyri Gibraltar og í Asia.
Sagt verður eisini, at russar brúka skuggaflotan til njósning, og – eins og við Eagle S – til at fremja yvirgang móti samskiftis- og orkukervinum.
Fleiri tiltøk
G7 og ES hava nú sett í verk revsitiltøk móti yvir 100 skipum úr hesum skuggaflotinum. Tiltøkini hava við sær, at kundar, sum taka ímóti hesum skipum ella teirra farmi, eru í vanda fyri trupulleikum og revsing.
Tveir triðingar av hesum skipum eru nú tikin úr virknari tænastu, og tað merkir, at íløgurnar, sum eru gjørdar í hesi skip, nú eru mistar.
Herfyri víðkaði USA sín lista til at fevna um næstan 200 skip umframt bankar og orkumeklarafyritøkur. Hesi tiltøk fara helst at trýsta russiska búskapin enn meira.
Kelda: yle.fi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Vónirnar til at finna meira olju og gass í norsku undirgrundini eru stórar. Stjórnin hevur avgjørt at lata 20 feløgum 53 nýggj leitiloyvi
Hesi loyvi eru í Norðsjónum, í Norskahavinum og Barentshavinum. Tað var norski orkuráðharrin, Terje Aasland, sum kunngjørdi tíðindini um nýggju leitingina. Hetta hevur alt fyri eitt fingið umboð fyri umhvørvisfelagsskapir at mótmæla.
33 av loyvunum eru í Norðsjónum, 19 í Norskahavinum og eitt í Barentshavinum. Um somu tíð í fjør vórðu latin 62 nýggj loyvi til leiting eftir olju og gass á norska landgrunninum.
- Atgongd til nýggj og áhugaverd øki er ein kjarnusteinur í politikkinum hjá stjórnini at menna vinnuna sigur orkuráðharrin Terje Aasland.
Avgerðin hjá stjórnini hevur fingið leiðaran í MDG flokkinum Arild Hermstad at taka hvassliga til orðanna móti hesi útbjóðing, sum hon kallar “Ein klimapolitiskur ræðufilmur fyri okkum og okkara børn” og sigur, at stjórnin leggur sektina á tað, sum hendir í California – eldibrandar orsakað av veðurlagsbroytingum.
- Enn einaferð letur stjórnin eyguni aftur fyri altjóða upphitingini, ódnarveðri og nátturuoyðingum og heldur fram við at leita eftir olju. Hetta byrjar at gerast ein pínlig støða sijgur Haltbrekken frá SV, sum er stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini. Flokkurin hevur annars fingið stjórnina at halda aftur og útseta útbyggingar á fleiri økjum, har ætlanin hevur verið at menna oljuvinnuna.
Mótmælisfólk vóru møtt, tá orkufundur varð hildin í Sandefjord fyri at mótmæla.
Teirra millum var eisini tann svenska Greta Thunberg umframt altjóða umhvørvisfelagsskapurin Extinction Rebellion.
- Vit eru mitt í eini stórari veðurlagskreppu, sum hóttir alt vit eru og alt vit eru góð við, sigur Thunberg til NRK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Tey tilnevndu til heiðurin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024 eru Dartsamband Føroya, Flogbóltsfelagið Ternan á Toftum og Hósvíkar Róðrarfelag.
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar, verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini Felagsskapurin 2024.
Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Dartsamband Føroya, Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024.
Dartsamband Føroya
Í 2012 tóku nakrar eldsálir seg saman og endurstovnaðu Dartsamband Føroya, eftir at ítróttin hevði ligið í dvala í nøkur ár. Leiðin hesi árini er merkisverd – frá at dart var dottið niðurfyri til at tað í dag eru 10 virkin feløg við sløkum 200 virknum leikarum.
Dart er nú góðkend ítróttagrein undir ÍSF, og Føroyar eru vorðnar limur í World Darts Federation.
Samanhaldið millum feløg og leikarar er gott og virksemið er stórt – útvið 40 kappingar árliga bæði í einmansleiki, tvímansleiki, blandaðum tvímansleiki og ein liðkapping. Hartil eru ungdómskappingar, tí dart er ein vaksandi ítróttargrein, og tað legst serliga afturat við ungum leikarum.
Hóast tað er eitt lítið samband, er tað sera virkið, og landsliðini hava verið við til EM, HM og Norðurlendska meistaraheitið seinastu árini. Árliga verða eisini túrar gjørdir til stórar kappingar uttanlands, umframt at Dartsambandið eisini hevur fingið sína egnu altjóða góðkendu kapping til Føroyar.
Á altjóða støði er menningin eisini eyðsýnd. Seinnu árini hava sonevndar bronsukappingar verið hildnar í Føroyum, men í 2025 verður Tórshavn Open uppstigað til silvurkapping. Tað merkir, at flestu av allarbestu leikarunum koma til Føroya í apríl.
Dartsamband Føroya hevur somuleiðis æruna av at skipa fyri EM í 2026. Hetta er ein risastór kapping, har umleið 500 fólk væntast at koma til Føroya.
Fyri sítt stóra arbeiði – frá at endurstovna dartítróttina til at standa seg so væl altjóða, eins og tryggja støðuga tilgongd av ungum leikarum – verður Dartsamband Føroya tilnevnt til Ársins ítróttafelagsskap 2024.
Ternan
Í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum hevur tilgongdin seinastu verið metstór, tí felagið er merkt av opnum og inkluderandi hugburði. Málið er at gera flogbólt til eina ítrótt fyri øll – bæði børn og vaksin.
Breidd og trivnaður verða raðfest høgt, og øll kunnu luttaka og menna seg í felagnum. Eitt ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum liði fyri at skipa fyri felags kappingum og sosialum tiltøkum sum at eta og hugna sær saman. Hetta leggur lunnar undir gott samanhald og ger, at leikarar, venjarar og sjálvboðin kenna seg sum ein virknan part av einum góðum felagsskapi.
Hóast felagið er eitt av nýggjaru feløgunum í Føroyum og bara hevur virkað í knøpp 15 ár, hevur tað kortini 180 limir og lið í flestu deildunum – eisini bestu deildini hjá kvinnum og monnum.
Felagið leggur stóran dent á at styrkja ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og umstøðum, og seinasta kappingarár vinnu fleiri av ungdómsliðunum heiðursmerki. Eisini hevur verið boð eftir leikarum í landsliðshøpi.
Sjálvt tey, ið eru yngri enn 6 ár, kunnu ganga til familjuflogbólt saman við foreldrunum.
Felagið er væl skipað og kappingarárið er lagt væl til rættis - bæði tá tað kemur til dómarar, fólk at skriva upp, gera klárt osfr. Leikarar døma regluliga, tá onnur lið spæla, tí hetta styrkir felagskensluna og er eisini ein menning í sær sjálvum.
Flogbótsfelagið Ternan sameinir trivnað, samanhald og góðan ítróttaranda í øllum sínum virksemi. Tí hevur tað uppiborið heiðurin sum Ársins felagsskapur 2024.
Hósvíkar Róðrarfelag:
HVR hevur seinastu árini ment seg til eitt vælvirkandi felag við stórum stuðli frá fólkinum í Hósvík og í Sundalagnum annars.
Ungu nevndarlimirnir hava skarað framúr við ótroyttiligum arbeiði fyri at varðveita felagsandan og áhugan hjá rógvarum, sjálvbodnum, foreldrum og fjepparum. Tey syrgja fyri, at karmarnir eru góðir, og tey duga væl at fjálga um sjálvbodnu fjøldina, so at felagslívið í neystinum og róðrarumhvørvinum er sterkt og gott. Tvey trivnaðarumboð taka sær av ungu manningunum og samskiftinum við foreldrini.
Lítla felagið hevur eina samansjóðandi ávirkan á alt Sundalagið, tí rógvarar úr nógvum ymsum bygdum manna bátarnar í Hósvík. Og HVR møtir fjølment til allar kappingar. Seinastu árini hevur felagið havt fleiri manningar til FM-róðurin - í 2024 heili sjey í tali - og á hvørjum ári er felagið við í FM-stríðnum.
Harumframt hevur felagið verið væl mannað til kappingar í inniróðri, og rógvarar hava vunnið bæði føroysk, donsk, europeisk og heimsmeistaraheiti.
At felagið hevur stóra undirtøku sæst á stóru sjálvbodnu fjøldini. Hon ger mat, ger reint, heldur bátar og neyst við líka, og ár undan ári hjálpir hon felagnum við árligu regattasiglingini, nýggjárs- og føstulávintshaldi, sundalagsstevnu 3. hvørt ár – fyri ikki at tosa um at stuðla og leggja lag á hjá teimum ungu, sum eru virkin í HVR.
Limagaldið er eitt tað lægsta í landinum, tí virksemið hvílir á sjálvbodnum arbeiði. Tað ber bara til í einum sterkum og góðum felagsskapi. Við hesum grundgevingum verður HVR tilnevnt til Ársins Felagsskap 2024.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Tey tilnevndu til heiðurin Ítróttavenjarin 2024 eru Jóhan Petur Poulsen, Mark Lausen Marcher og Rógvi Nielsen
Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum skulu latast á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 1. februar er ÍtróttaVENJARIN 2024.
Ársins venjari er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvi, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar.
Í uppskotið til hendan heiður eru fótbóltsvenjarin Jóhan Petur Poulsen í Víkingi, hondbóltsvenjarin Mark Lausen Marcher hjá H71 og HSF og flogbóltsvenjarin Rógvi Nielsen í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum.
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Hann hevur ein brennandi áhuga fyri fótbólti, og í 2024 leiddi hann Víking til FM við sínum skarpa fótbóltsheila, treiskni, áhaldni og taktiska snildi. Somu dygdir hava eyðmerkt hansara venjaragerning í Víkingi seinastu 10 árini, hóast almenningurin helst ikki varnaðist hann, fyrr enn hann gjørdist venjari hjá besta liðnum í 2020.
Men Jóhan Petur Poulsen er so nógv meira enn tað. Hann er ein felagsins maður, har samanhald er gandaorðið. Hann veit, at skal eitt miðalstórt felag, sum Víkingur, gera seg galdandi í fótbólti, so telja allir smálutir. Tú hittir hann í Víkinga-húsinum ella kring vøllin so at siga sólaringin runt, bæði til dystir og til venjingar hjá øllum liðum og árgangum í felagnum.
Hann hevur fingurin á pulsinum og varnast tíðliga gávuríkar leikarar – bæði á dreingja og gentusíðuni.
Harafturat virkar hann eisini sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum og leggur dent á menningina hjá ØLLUM í felagnum – bæði breidd og elitu. Hann arbeiðir hart, er nærlagdur, seriøsur – og so hevur hann eitt ljósablátt hjarta, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av Víkingi. Hann er ein sannur fongur fyri felagið.
Fyri hetta verður Jóhan Petur Poulsen tilnevndur heiðurin sum Ársins venjari 2024.
Mark Lausen-Marcher, H71 og HSF
Mark Lausen-Marcher hevur, sum venjari hjá bæði børnum, ungum, kvinnum og monnum, sum landsliðsvenjari og venjari í leikaramenningini hjá HSF, víst, at hann áhaldandi megnar at skapa venjingarumhvørvi, har úrvals- og breiddaríðkarar trívast og mennast – samstundis, sum úrslitini eru góð. Hann evnar at røkka øllum íðkarum á hóskandi støði og at fevna øllum í felagsskapinum.
Mark kom til Føroya úr Danmark at verða ungdómsvenjari í 2014, og tað eru ikki hissini avrik, sum liggja eftir hann í føroyskum hondbólti.
Hann var venjari hjá M17 liðnum, sum var við til European Open í 2019, hjá M20 liðnum, sum gjørdist nummar 9 til EM í 2022 og nummar 7 til HM í 2023. Eisini hevur Mark vunnið greipuna hjá bæði kvinnum og monnum við H71, og við kvinnunum hjá H71 rakk Mark fjóðringsfinaluni í European Cup í 2022.
Seinasta kappingarár vann hann FM við blaðunga H71 liðnum, sum hann sjálvur vandi, tá ið hann var ungdómsvenjari.
Mark hevur somuleiðis – í ymiskum samanhangi – vant allar leikararnar hjá monnum og kvinnum, sum í 2024 hava umboðað Føroyar til EM endaspølini. Á sumri í 2024 vandi Mark føroyska U06-landsliðið við monnum, sum bleiv nummar 15 av 24 londum í EM fyri M18 og harvið spældi seg til HM endaspælið fyri M19, sum verður komandi summar.
Fyri síni savnandi evni, sín stóra týdning fyri føroyskan hondbólt og síni góðu úrslit verður Mark Lausen-Marcher tilnevndur Ársins venjara 2024.
Rógvi Nielsen, Ternan
Rógvi Nielsen hevur ótroyttiliga staðið á síðulinjuni sum venjari hjá flogbóltsdreingjunum í Ternuni á Toftum í nógv ár.
Rógvi hevur megnað at skapa trivna og rørðslugleði hjá ungu dreingjunum. Hann rúmar øllum, fær teir at kenna seg væl, og vísir hvørjum einstøkum álit, so at allir merkja, at teir hava týdning.
Tað er Rógva at takka, at tað eru metnógvar dreingir í Ternuni – nógv fleiri flogbóltsdreingir enn nakað annað lið í Føroyum – og hetta fer uttan iva at síggjast aftur í mansdeildini seinni.
Tey ungu í felagnum kenna øll Rógva. Hóast hann ikki ger nógv um seg, er hann altíð klárur við tí góða og hevur altíð eina loysn. Hann er altíð væl fyrireikaður og eldhugaður. Og úrslitini eru eisini góð.
Seinasta ár vunnu dreingir hansara FM og spældu seg í steypafinaluna. Farna árið hevur Rógvi staðið á odda fyri D14 og D17, og hann hevur megnað at samansjóða aldursbólkarnar og skapa ein breiðan felagsskap.
Og júst kenslan av felagsskapi er alneyðug, um tey ungu skulu halda fram við flogbóltinum. Í so máta sær framtíðin bjørt út við Rógva í felagnum. Fyri sín eldhuga, sítt stóra arbeiði og tann felagsskapin, hann skapar rundan um seg í Ternuni, verður Rógvi Nielsen tilnevndur til Ársins venjara 2024.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Ranheim endaði á 10. plássi í næstbestu norsku deildini í fjør. Trý-ára sáttmáli er gjørdur við 20-ára gamla fyrrverandi HB-profilin
Áki Samuelsen er seldur til norska felagið Ranheim, sum spælir í næstbestu deildini.
Hesum boðaði HB frá í vikuni.
- Sum 15-ára gamal fór Áki til FC Midtjylland, har hann spældi á ungdómsliðum, til hann í 2020 vendi heim aftur til barndómsfelagið. Sama ár fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, tá hann í 1-0 sigri á útivølli ímóti TB varð skiftur inn. Hetta árið fekk hann tilsamans fýra dystir á besta liðnum.
- Árið eftir fekk hann ein størri leiklut, og í 2022 beit hann seg fastan á liðið, tá hann spældi 26 av 27 dystum í Betri-deildini. Síðani er hann vorðin ein av okkara lyklaleikarum, og nú hann fer til Norra, er hann skrásettur fyri 119 dystir og 34 mál fyri besta liðið, skrivar HB.
2024 var greitt besta kappingarári hjá Áka Samuelsen í vaksnamannafótbólti. Vandamikli vongurin skoraði 12 mál í Betrideildini, men ein skaði í øklinum legði meinbogar fyri Áka - og HB - í seinnu hálvu. Hann verður helst eisini saknaður í álopskenda partinum hjá HB í 2025.
Seinasti dystur hjá Áka Samuelsen fyri HB á hesum sinni varð steypafinalan, har teir reyð-svørtu sigraðu eftir brotsparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)
Sáttmála í trý ár - vil flyta upp í Eliteserien
Í Ranheim skriva tey, at man nú hevur styrkt liðið við unga føroyinginum.
- Eg eri ein vongur, sum dámar væl at bjóða av, við einum góðum skoti og nógvari ferð.
Soleiðis sigur Áki Samuelsen við heimasíðu felagsins um seg sjálvan. Hansara ætlanir í Trondheim-økinum eru eisini høgar og greiðar:
- Eg vóni at hjálpa og gera mun við uppleggum og málum. Skulu fara eftir nógvum sigrum og at flyta upp í Eliteserien (bestu deildina, red.)
Ranheim endaði á 10. plássi í deildini við 16 liðum í fjør. Eftir nógv ár við fleiri føroyingum í deildini, sær Áki Samuelsen í løtuni út til at verða einasti føroyingur í OBOS-deildini í 2025.
20-ára gamli havnarmaðurin hevur skrivað undir sáttmála til og við 2027. Heimasíðn in.fo skrivar, at keypsprísurin fyri føroyska U21-landsliðsspælaran liggur umleið eina hálva millión.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
18 ára gamli Djóni Samuelsen hevur fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum hjá HB. Hann var partur av U19-landsliðnum í fjør
Áki Johannesen og Bartal Páll Klein eru farnir úr B68 til HB í vetur, men nú kemur ein spælari afturat Magnusi Holm Jacobsen hinvegin.
18 ára gamli Djóni Samuelsen fer av ymiskum orsøkum úr barndómsfelagnum. Talan er um ein spennandi ungan spælara, sum nú skal royna seg á Svangaskarði.
Við B68 fer Djóni fáa fleiri royndir í fremstu røð. Sum bert 16-ára gamal hevði hann tvey innhopp fyri besta liðið hjá HB í seinnu hálvu í 2023, og sambært FaroeSoccer spældi kviki miðvallarin flest dystir fyri næstbesta liðið hjá HB í fjør.
Djóni Samuelsen spældi tríggjar ferðir á U19 landsliðnum í 2024. Hann skoraði fyri Føroyar í 3-1 sigrinum á Turkmenistan - talan var um venjingardyst.
Djóni er yngri beiggi Áka Samuelsen, sum eisini fer úr HB nú. HB hevur selt álopskenda profilin til norska Ranheim.
B68 og Djóni Samuelsen hava gjørt sáttmála fyri 2025. B68 megnaði at yvirliva í Betrideildini við sigri í seinasta leikumfari í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
33-ára gamli strandingurin vendir aftur til felagið, sum hann spældi fyri frá 2019 til og við 2022. Partarnir hava gjørt eitt-árs sáttmála
Í fjør spældi hann við B68, í 2023 við AB og í árunum frá 2019 til og við 2022 við B36.
Nú er strandingurin, sum er uppvaksin í Skála ÍF, aftur í havnarfelagnum, ið hann vann steypakappingina við í 2021.
B36 skrivar, at Brian Jakobsen fer í ár aftur at spæla fyri B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamla Adam Bin Lamin, sum skal styrkja um verjuna
KÍ hevur í vikuni skrivað undir við 23 ára gamla Adam Bin Lamin fyri næstu tvey kappingarárini.
Bin Lamin hevur sín fótbóltsuppvøkstur í millum annað AIK, og hevur verið partur av yngru svensku landsliðnum, skrivar felagið á heimasíðuni.
Eftir ætlan kemur sviin til Klaksvíkar um vikuskiftið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024
Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.
Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024
36-ára gamli sviin hevur áður verið í felagnum - bæði sum spælari og venjari
07 Vestur hevur sett Ken Fagerberg í starv sum høvuðsungdómsvenjara á dreingjasíðuni. Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, og Ken byrjar í starvinum beinanvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2025
Fleyr nærkast finaluplássi eftir sigur á TB
Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir - KÍF 1-3 (24-26, 25-22, 21-25, 24-26)
Felags fyri øll settini tá Mjølnir møtti KÍF sunnudagin, var, at nógv av stigunum komu í stimum upp á fimm til sjey stig á rað, og ofta vóru greiðar leiðslur eisini tveittar fyri borð.
Í fyrsta setti var heimaliðið leingi á odda, tó at KÍF eitt skifti var á odda 12-10, men við seks stigum upp í slag fór Mjølnir framum 16-12 eftir góðar servur frá Nicolu Toftegaard. Men so átti KÍF aftur tørn, og fór við seks stigum á rað framum aftur 20-17 og síðan upp á 22-18. Mjølnir kom tó aftur í góðan stima og fór við fimm bóltum á rað framum 23-22 eftir góðar servur frá Ásu Frederiksberg og fekk settbólt við 24-23. Hann varð tó ikki gagnnýttur, og so vann KÍF í staðin tríggjar bóltar á rað - tveir við góðum blokki - og settið 26-24.
Gestirnir úr Kollafirði tóktust hava fullkomið tamarhald á øðrum setti, tá teir løgdu seg á odda 6-1 og 12-4, men greiða leiðslan svann tó skjótt, og Mjølnir javnaði til 15-15. Stutta løtu var KÍF aftur á odda, men við seks stigum í einum háli fór Mjølnir frá 17-19 upp á 23-19 og vann settið 25-22 eftir dundursmassj frá Nicolu Toftegaard.
Triðja settið var leingi sum eitt kopi av tí undanfarna, har KÍF aftur legði seg á odda 12-4, men sum aftur læt góðu støðuna gleppa sær av hondum, tí brádliga hevði Mjølnir javnað til 19-19. Hesa ferð var gleðin hjá Mjølni tó stokkut, tí við fimm stigum á rað endurvann KÍF greiðu leiðsluna og vann settið 25-21 við tí triðja av teimum fimm settbóltunum, tá Elsa Samuelsen sló í blokkin og út.
Líknandi gongd var í fjórða setti, men hesa ferð var tað Mjølnir sum legði seg á odda 7-1, áðrenn KÍF javnaði til 11-11. Eftir 18-18 fór Mjølnir framum 20-18, men KÍF svaraði aftur og fór framum 22-20. Mjølnir javnaði so aftur til 24-24, men tað rakk ikki, tí KÍF vann tveir teir næstu bóltarnar og settið 26-24 – fyrst við smassji frá Elsu Samuelsen og síðani dystarbólitin við blokki frá Sesiliu Johnsdóttir Prior.
Við teimum trimum stigunum fer KÍF framvið Mjølni á stigatalvuni upp á triðjaplássið, fimm stig eftir Fleyr á øðrumplássi, sum eisini hevur spælt ein dyst færri.
Fleyr nærkast finaluplássi
Fleyr – TB 3-1 (25-20, 25-23, 22-25, 26-24)
Fleyr heldur fast í finaluplássinum eftir sigur á TB leygardagin, men tað var ikki uttan svørðsslag, tí í øllum fýra settunum var TB frammanfyri seint í settunum, men megnaði tó bara einaferð at koma upp á 25.
Tað var eisini Fleyr, sum sveiggjaði dirigentstavin fyrstu løtuna og legði seg á odda 10-5 í fyrsta setti, men TB kom afturíaftur og javnaði til 13-13 og fór framum 15-14 og 18-17. Við fýra bóltum á rað tók Fleyr tó leiðsluna aftur og tryggjaði sær settið 25-20.
TB fekk framúr byrjan upp á annað sett, og legði seg á odda 7-2 og 11-6, áðrenn Fleyr javnaði til 14-14 og fór framum 20-16. TB menti seg tó aftur og fór framum 22-21, men Fleyr svaraði aftur við trimum stigum á rað og vann settið 25-23.
Í triðja setti gekk leingi javnt á, men eftir at hava verið á odda 19-16, misti TB stevið eina løtu, og Fleyr vann seg framum 20-19 og 21-20. TB fótaði sær tó aftur, og við fýra stigum á rað vann TB sær tríggjar settbóltar við støðuna 24-21, áðrenn settið varð vunnið 25-22.
Lítið restaði í hjá TB at vinna sær stig úr dystinum og tvinga hann út í javnbrótara, tá TB legði seg á odda 18-15 í fjórða setti, men Fleyr ernaðist aftur og javnaði til 19-19 og vann sær tveir dystarbóltar við støðuna 24-22. TB hóraði undan í fyrstu syftu og javnaði til 24-24, men Fleyr fekk nýggjan dystarbólt, sum hesa ferð varð gagnnýttur, og so vann Fleyr 26-24 og dystin 3-1.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 25 stig
Fleyr 19 stig
KÍF 14 stig
Mjølnir 13 stig
TB 13 stig
Dráttur 0 stig
Komandi dystir:
Leygardagin 18. januar kl. 15: Dráttur - TB í høllini á Giljanesi
Sunnudagin 19. januar kl. 13: KÍF - Mjølnir í høllini í Kollafirði
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2025
Polestar-deildin: SÍ – ÍF 1-3 (21-25, 25-19, 20-25, 22-25)
Við trimum stigum ímóti ÍF mikukvøldið hevði SÍ havt vunnið seg í FM-finalurnar, men heldur óvæntað vóru tað gestirnir úr Fuglafirði, sum tóku øll trý stigini.
Áðrenn ÍF javnaði til 14-14 í fyrsta setti, hevði SÍ fyri tað mesta verið frammanfyri; tó ikki meira enn við einum og tveimum stigum, men við at vinna sjey av átta stigum á rað gjørdi ÍF hol í sjógvin og fór frá 14-15 upp á 21-16. Eitt sindur av spenningi kom aftur í settið, tá ið SÍ minkaði um munin niður í 20-22 og 21-23, men fuglfirðingar hildu høvdið kalt og vunnu settið 25-21.
Í øðrum setti hevði SÍ tíðliga hug at draga frá og fór frá 4-4 til 14-8, og tá megnaði ÍF ikki at svara aftur. Men tað gjørdi ÍF í triðja setti, sum hevði verið javnt fyrra helmingin, men so líðandi dragnaði SÍ, og so vann ÍF 25-20.
Fjórða settið var tað javnasta, og javnt var við støðurnar 3-3, 6-6, 9-9, 12-12 og 14-14, tá ið ÍF við fimm stigum á rað fór framum 19-14. SÍ kom tó afturíaftur og javnaði til 20-20, men ÍF hevði kortini munin, tað sum eftir var og vann 25-22 og dystin 3-1.
Hóast SÍ ikki vann sær sæti í FM-finalunum í gjár, so er tað mest sum bara matematiskt, at finaluplássið kann gleppa, tí SÍ er framvegis 10 stig framman fyri ÍF á triðjaplássinum, sum í mesta lagi kann fáa 12 stig afturat í sínum fýra írestandi dystum.
SÍ hevur fimm dystir eftir. Tann fyrsti er sunnnudagin ímóti Mjølni, sum er tvey stig aftanfyri og hevur spælt ein dyst færri.
Fremsta liðið í landskappingini fær heimavøll í fyrstu FM-finaluni og aftur í einari møguligari triðju finalu. Spælt verður best av trimum dystum.
ÍF vann fimmsettara á Fleyr
ÍF – Fleyr 3-2 (22-25, 25-23, 23-25, 25-19, 15-8)
Fyri triðju ferð í trimum dystum gjørdist talan um fimmsettara millum ÍF og Fleyr farna vikuskiftið. Fleyr hevði vunnið báðar teir undanfarnu, men sunnudagin vann ÍF.
Í fyrsta setti, sum ÍF vann, skiftust liðini um at at vera á odda; ÍF viðhvørt við trimum, men Fleyr ongantíð við meira enn einum stigi fyrr enn síðst í settinum, tá Fleyr fór frá 19-20 upp á 23-20 og vann settið 25-22.
Í øðrum setti var tað fyri tað mesta Fleyr, sum var frammanfyri - onkuntíð við fýra stigum – men eftir at hava verið frammanfyri 22-19, vann Fleyr bara eitt stig aftrat, og so vann ÍF 25-23.
Í triðja setti var ÍF á odda størsta partin av settinum, men móti endanum var Fleyr skarpari og vann 25-23, eftir at ÍF hevði verið á odda 21-19.
Eftir at Fleyr hevði lagt seg á odda 11-8 í fjórða setti, gjørdi ÍF eitt skarvslop og fór framum 16-12 og vann settið 25-19.
Í javnbrótaranum hvarv spenningurin skjótt, tí ÍF legði seg á odda 7-1, og brátt hevði ÍF vunnið 15-8.
Ternan – Mjølnir 0-3 (18-25, 16-25, 21-25)
Besta løtan hjá Ternuni, um so kann sigast, var til allar seinast í dystinum, tá Ternan vann fimm stig á rað, men trupulleikin var bara, at tað var meðan Mjølnir hevði átta dystarbóltar, og tann sætta vann Mjølnir, og so var settið vunnið 25-21 og dysturin 3-0.
Hini bæði settini hevði Mjølnir eisini vunnið lættliga 25-18 og 25-16.
Hóast tað ikki er avgjørt formliga enn, so er einki at ivast í, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum fara at spæla finalur um føroyameistaraheitið í ár.
ÍF og Fleyr kunnu í mesta lagi koma koma upp á ávikavist 29 og 27 stig, og SÍ og Mjølnir hava longu ávikavist 27 og 25, og bæði seks dystir eftir at spæla. Hjá Mjølni snýr tað seg um at fáa SÍ aftur, tí liðið, sum er nr. eitt eftir sjálva landskappingina, fær heimavøll í fyrsta finaludystinum og aftur í einum møguligum triðja finaludysti.
Støðan í Polestar-deildini:
SÍ 27 stig
Mjølnir 25 stig
ÍF 17 stig
Fleyr 12 stig
Ternan 0 stig
Komandi dystir:
Sunnudagin 19. januar kl. 13: Ternan - Fleyr í skúlanum á Toftum
Sunnudagin 19. januar kl. 13: SÍ - Mjølnir í Sørvági
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2025
Svimjifelagið í Klaksvík varð stovnað 12. januar 1975. Stórt hátíðarhald verður eftir ætlan seinni í ár, men rundi dagurin varð á ein hátt hildin sunnudagin - millum annað við pitsa frá borgarstjóranum
Sunnudagin 12. januar hátíðarhelt Svimjifelagið Ægir sín 50 ára stovningardag. Føðingardagurin verður eftir ætlan hildin seinni í ár, skrivar klaksvik.fo
Tað varð tó markað sunnudagin, at stolta svimjifelagið í býnum hevði stóran og rundan dag.
Klaksvíkar kommuna skrivar, at Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru og heilsaðu uppá formannin í felagnum, John D. Olsen, og høvðusvenjaran, Petur Heðin á Fløtti, umframt bæði yngri og eldri íðkarar.
- Klaksvíkar kommuna hevði keypt teimum yngru børnum okkurt leskiligt, meðan íðkarar úr úrvalsliðnum fingið pitsa frá borgarstjóranum seinni um kvøldið.
Tað var tann 12. januar 1975, at stovnandi aðalfundur hjá Ægir. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin.
- Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði arbeitt við. Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir. Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2025
Leygardagin luttóku 14 føroyskir rógvarar í DM í inniróðri
Leygardagin luttóku føroyskir rógvarar í DM í inniróðri í Gladsaxe. Føroysku rógvarnir kappaðust á 27 av tilsamans 612 setrunum í kappingini.
14 heiðursmerkir vóru vunnin fyrrapartin og 10 seinnapartin. Ein úrtøka á næstan 100 prosent, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Fyrrapartin var kappast í longru teinunum, og seinnapartin vóru lið- og sprintkappingar.
Fyrrapartin vann Sarita Kristina Hansen lættvektsbólkin 30-39 ár við tíðini 7:25.4, og hetta er danskt met í hesum bólkinum. Sarita Kristina Hansen vann eisini lættvektsbólkin 30-39 ár í 500 metrum við tíðini 1:40.4.
Jógvan Skorastein við Misá vann U12 dreingir við 460 metrum, Natasja Hansy úr Hørg vann U13 gentur við 498 metrum, og Martin Eiriksson Mikkelsen vann U13 dreingir við 534 metrum.
Sirið Andrassardóttir Mørkøre vann U14 gentur við 761 metrum, Victoria Høghamar bleiv nr. 2 í U14 gentur við 744 metrum, og Arnar Daniel Hjaltason bleiv nr. 2 í U14 dreingir við 819 metrum.
Føroysku rógvararnir róðu seg til 1, 2 og 3 pláss í U16 gentur. Petra Johnsdóttir vann við tíðini 7:45.9, sum er persónligt met. Kristvør Kjærbo Clementsen bleiv nr 2 við tíðini 7:48.2, sum er persónligt met, og Vár Dánjalsdóttir í Húsinum bleiv nr 3 við tíðini 7:54.9.
Rúnar Emil Dalsá vann U16 dreingir við tíðini 6:43.0, sum er persónligt met.
Teitur Borg Brattaberg bleiv nr. 2 í bólkinum U17 dreingir við tíðini 6:36.2, sum er persónligt met, og Pauli Joensen bleiv 2. pláss í U18 bólkinum við tíðini 6:24.2, sum er personligt met.
Seinnaparturin byrjaði við, at Natasja Hansy úr Hørg, Martin Eiriksson Mikkelsen og Jógvan Skorastein við Misá róðu 100 metra sprint í U13 bólkinum. Tey blivu nr 1, 1 og 2.
Síðani róðu Sirið Andrassardóttir, Victoria Høghamar og Arnar Daniel Hjaltason í U15 sprint á 200 metur. Tey blivu nr 2, 1 og 4.
Seinni U17 við 200 metur sprint, har Petra Johnsdóttir, Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, Kristvør Kjærbo Clementsen, Rúnar Emil Dalsá og Teitur Borg Brattaberg luttóku. Tey blivu nr 2, 1, 9, 3 og 7.
At enda róðu Pauli Joensen og Vár Guriardóttur Hansen. Tey blivu nr. 2 og 1.
Zoe E. Dickson og Símun Tórur Joen-Jacobsen, sum eru í lestrarørindum í Danmark, fingu eisini góð úrslit í kappingini. Tey kappaðust í donskum feløgum.
Talan var um ein sera góðan dag, har føroysku rógvararnir enn einaferð prógvaðu, at teir hoyra heima í altjóða inniróðraelituni, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2025
Tað er stórur spenningur í 1 deild - bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen sunnudagin
Tað er stórur spenningur í 1. deild - bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen sunnudagin.
Í oddanum syrgja havnarmenn og sandavágsmenn sum vant fyri undirhaldinum og hørðu FM-orrustuni, og í niðaru hálvu er óvanliga hørð kapping í ár.
Toppdysturin endaði 2-2. Á 1. borði var liðugt beinanvegin. Longu eftir sjey leikir beyð stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, remis. Rógvi Egilstoft, sum er heima úr Spania, tók av.
Á øðrum borði var afturímóti drúgvur og harður dystur millum teir báðar, sum í vár togaðust um FM-heitið í finaluumdysti. Føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, vann eina finnu í miðtalvinum, men Høgni Egilstoft Nielsen, gav honum dygt mótspæl. Luitjen býtti snildisliga tunga fólkið upp fyri at loysa spenningin í støðuni, men brátt sást, at meirfinnan veitti honum ongan fyrimun í endastalvinum. Tvørturímóti ráddi hjá báðum í allari tíðarneyðini um at hava tunguna mitt í munninum, tí telvast skuldi ógvuliga beint fyri at varðveita javnvágina. Eisini remis á øðrum borði.
Á 3. borði vann Havnin. Martin Poulsen trýsti spakuliga við svarta fólkinum Silas Eyðsteinsson aftur í heldur kroysta støðu, og til endans var eingin vón hjá honum at bjarga støðuni. Rutinan hjá fleirfalda føroyameistaranum tóktist gera munin.
Á 4. borði javnaði Sandavágur. Tann ungi Jón í Horni Nielsen telvaði sera væl og sannførandi við svarta fólkinum, og spældi Sjúrð Thorsteinsson út av borðinum. Sjáldan at Sjúrður, ið vanliga er so tryggur og varin, fær slíka viðferð.
Úrslitini í hinum báðum dystunum lagaðu seg so, at rættiligur spenningur er kyknaður upp millum aftaru liðini. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý liðini í hesum stríði.
A-liðið hjá Klaksvík vann tryggan 3-1 sigur á B-liðnum hjá Havnini. Ólavur Simonsen gekk undan sum gott fyridømi við flottum sigri á 1. borði.
Kollfirðingar fingu fyrsta sigurin í ár. Við einum vala liðavriki koppaði unga kollafjarðarmanningin B-liðnum hjá Klaksvík.
1 deild - 5. umfar (12. januar)
Havnin - Sandavágur 2-2
Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft ½-½
Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft Nielsen ½-½
Martin Poulsen - Silas Eyðsteinsson 1-0
Sjúrður Thorsteinsson - Jón í Horni Nielsen 0-1
Klaksvík - Havnin B 3 - 1
Ólavur Simonsen - Herluf Hansen 1-0
Rani Baldursson - Margar Berg 1-0
Heðin Gregersen - Elias Petersen ½-½
Terji Petersen - Suni Merkistein ½-½
Kollafjørður - Klaksvík B. 2½-1½
Árant Djurhuus - Wille Olsen ½-½
Rógvi Mørkøre - Ingolf Gaard ½-½
Karl M. Dahl - Rani Nolsøe 1-0
Markus Jacobsen - Tummas M. Sólsker ½-½
Støðan
Havnin 15½ stig
Sandavágur 14½
Klaksvík 11½
Klaksvík B. 6½
Kollafjørður 6
Havnin B. 6
Vágamenn kós móti 1 deild
Sandavágs Talvfelag ætlar sær aftur at hava tvey lið í bestu deildini. Teir eru í løtuni besta boðið upp á ein vinnara í 2. deild. Farna vikuskiftið vunnu teir móti teimum í Runavík.
Toftamenn snávaðu í oddastríðnum. Heldur óvæntað noyddust teir at dvína fyri blaðungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag.
2. deild - 5 umfar (12. januar)
Kongshavn (Runavík) - Sandavágur 1-3
Brandur Højgaard - Bernhard Augustinussen 0-1
Henrik W. Joensen - Jón Atlason 0-1
Meinhard Danielsen - Ingi Wiberg ½-½
Zaid Al-Jay - Jónfinn Thomsen ½-½
Klaksvík - Havnin 2½-1½
Einar Gregersen - Øssur Joensen ½-½
Rókur Davidsen - Poul Poulsen 1-0
Flóvin M.Tummasarson - Jaspur T. Gaard 0-1
Rógvi Heinason Olsen - Jón Andreasen 1-0
Havnin B. - Toftir 2½-1½
Súni Jacobsen - Andrias Danielsen 0-1
Petur G. Magnussen - Bogi Ziska ½-½
Brestir Samuelsen - Andreas Andreasen 1-0
Eyðun L. Staksberg - Sigurd Joensen 1-0
Støðan
Sandavágur 12½ stig
Klaksvík 11
Havnin B. 10½
Toftir 10
Havnin 8½
Kongshavn (Runavík) 7½
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2025
Føroya Bridgesamband skipaði leygardagin fyri árligu silvurkappingini, ið varð leikt í bridgehúsinum í Gundadali
18 pør luttóku í kappingini og leikt vóru í alt 9 umfør á 5 spøl. Leikt var eftir sonevnda swiss-leistinum, har pørini ið liggja nærmast hvørjum øðrum á stigatalvuni spæla móti hvørjum øðrum. Tó soleiðis at somu pør bert kunnu spæla eitt innanhýsis umfar. Gjørt varð upp fyri hvørt umfar, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja gongdini, sum kappingin leið.
Talan gjørdist um eina javna og spennandi kapping við einum tøttum oddastríði. Tá farið varð undir seinnu hálvu av kappingini løgdu Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr seg á odda, og megnaðu teir hóast harða kapping frá serliga Magna Jøkladal & Pól Egholm, og Jákup Hjaltalin & Boga Simonsen at halda fast í oddasessinum, og vinna kappingina.
Úrslitið gjørdist at Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu kappingina við 420,3 stigum (58,4%). Á øðrum plássi vóru Magni Jøkladal og Pól Egholm við 417,1 stigum (57,9%), meðan Jákup Hjaltalin og Bogi Simonsen vunnu sær triðja plássið við 408,4 stigum (56,7%). Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni www.bridge.fo.
Umframt virðislønir til tey trý fremstu pørini, varð eisini latin ein virðisløn til parið, ið endaði tættast miðal, umframt tí parinum, ið fekk besta úrslitið í mun til teirra styrkital. Virðislønina fyri úrslitið tættast miðal vunnu Eyðun Anthoniussen og Robert Langgaard við 350,4 stigum (50,1%), meðan Arnleyg Mikkelsen og Marjun Restorff vunnu virðislønina fyri at fáa besta úrslitið í mun til teirra styrkital.
Næsta kapping á skránni hjá Føroya Bridgesambandi eru seinastu umførini í grundspælinum í FM-kappingini fyri lið, sum verða leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 25. januar 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2025