Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 01. februar 2025 | Nr. 5 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

- Høgaberg skal navn títt vera

SíÐa 6

1 Leygardagur 01. februar 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Týðandi avgerðir

Tað er líkasum íkomin ein semja í politiska landslagið í Føroyum um, at stundin er komin til at broytingar skulu gerast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Og at hetta skal henda henda í nærmastu framtíð.

Verður tað so, so eru vit sanniliga komin nærri einum týðandi markamóti í føroyskari søgu.

Nú skjótt 77 ár eru gingin síðani galdandi heimastýrislóg kom í gildi, bendir nógv á, at henda lóg, sum ongantíð er broytt hesi nógvu árini, verður skift út við eina aðra lóg. Hvat nýggja lógin fer at innibera og hvussu hon fer at eita, er tað ongin í veit, ella vil siga nakað um, enn.

Tað er onki løgið í, at vit eru komin fram at einum vegamóti, og skulu taka støðu til, hvønn veg vit skulu fara, nú tað gongur upp fyri okkum, at vit eru til reiðar at flyta heimanífrá fyri at standa á egnum beinum.

Heimastýrislógin frá 1948 er ein fyriskipan, sum hevur lagt upp til, at vit hava kunnað heimtikið og tikið ræði á alsamt fleiri og fleiri málum til sjálvi at umsita.

Og tíðarinnar veruleiki er, at lítið og onki er eftir at yvirtaka. Stundin er komin til at skifta ótíðarhóskandi heimastýrislógina frá 1948 út við okkurt annað.

Nú verður so spennandi at vita, hvat tað verður.

Men eisini at frætta hvat sokallaða grein 6-nevndin kemur fram til í spurninginum um føroyskur limaskapur í World Trade Organization er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. At tað skuldi ganga 77 ár til henda grein 6 í heimastýrislógini varð tikin í brúk, er onkursvegna eitt prógv um, at lógin hevur riggað rættiliga væl.

Hetta snýr seg um at seta eina nevnd at viðgerða “ivamál um føroyska heimastýrsisins ræði í mun til ríkisvaldið”. Ivamál hava verið hesa tíðina, treyðugt so, men eyðsæð ikki so álvarslig ella týðandi, at partarnir hava viljað sett hesa serligu nevndina til at koma við einum úrskurði.

Roknast kann við, at niðurstøðan frá hesi nevndini helst skal koma á borðið áðrenn nakað veruliga hendir í spurninginum um ríkisfelagsskapin. Hóast vit hava ávíst uttanríkispolitisk frælsi, eitt nú viðvíkjandi fiskivinnu- og handilssamstørvum, so er uttanríkispolitikkurin – og herundir eisini verjupolitiskt samstarv – kanska tað málið, ið knýtir okkum mest at Danmark.

Men kemur nevndin nú fram til, at okkara núverandi støða ikki forðar okkum í at gerast limur í WTO, fer sjálvandi ein kavabóltur á rull, sum neyvan kann støðgast aftur í bræði.

Tí sum vit í vikuni hoyrdu floksleiðararnar kjakast um, so snýr spurningurin um okkara ríkisrættarligu støðu seg í mestan mun um rættin at kunna vísa Merki fram í altjóða samstarvi og felagsskapum so vit verða vird sum sjálvstøðugt fólk við egnari umboðan. Hesum ynski taka allir flokkar undir við nú.

Okkara dugnaligu ítróttafólk, sum vilja fáa møguleika at umboða Føroyar á olympiskum leikum, eru nú vorðin ímyndin av okkara tjóðskaparvilja.

Sjálvt Tjóðveldi tykist verða komið hartil, at hetta er eitt so mikið týðandi mál á leiðini til politiskt frælsi, at onnur krøv eru slept. Alt tos um at loysa, kvetta, slíta og kappa frá Danmark er tagnað. Nú snýr tað seg um at fáa ‘skeytið upp á matrikkulin’ - nýggja mantrað hjá flokkinum.

Tað merkir vælsaktans, at eisini hesin flokkurin nú kanska kann góðkenna eina loysn, har vit framvegis verða í onkrum slag av felagsskapi við Danmark (og Grønlandi) – í einum samveldislíknandi samstarvi, kanska – bara vit verða góðkend sum sjálvstøðug tjóð.

Hetta er ein innbjóðing til eina nógv breiðari semju, enn vit hava hómað í føroyskum politikki í nógv, nógv ár.

Tað sær út til, at spurningurin nú bara er, um Sambandsflokkurin vil vera við í eini slíkari tjóðarsemju ella ikki.

Jú, sanniliga eru spennandi tíðir fyri framman, tí stórar og týðandi avgerðir skulu takast. Avgerðir, ið krevja ein breiðan politiskan rygg. Vónandi eru okkara politisku leiðarar brynjaðir at taka ábyrgd í hesum so týðandi máli.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1305

    Lisnar síður: 6728

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 01. februar 2025

Vóna at fáa eina semju hetta valskeiðið

Tað er ikki vist, at neyðugt at koyra málið um framtíðarstøðu Føroya út til fólkaatkvøðu - hetta veldst um hvørja semju føroysku flokkarnir kunnu finna fram til, staðfestir løgmaður

Fyrst innanhýsis semja, síðani semja við Danmark og síðani ein møgulig fólkaatkvøða. Hesi eru fetini, sum føroysku flokkarnir skulu fyrihalda seg til í løtuni (Mynd frá ríkisfundinum 10. januar: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er ov tíðliga at siga, um vit skulu hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um eina nýggja skipan. Fyri tað fyrsta skulu vit hava eina semju millum flokkarnar. Um vit gera tað, so skulu vit hava semju við donsku stjórnina. Spurningurin er so, hvat hon gongur út uppá. Um hendan so sigur, at neyðugt er við einari fólkaatkvøðu, so er tað mín vón, at vit kunnu hava hana í hesum valskeiðnum.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen til seinast í sendingini Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum. 

Løgmaður varð spurdur um, hvørt spurningurin um framtíðarstøðu Føroya - møguligt sjálvstýri - skal til fólkaatkvøðu.

Harvið er ikki greitt, um tað "bert" verður á politiska pallinum, at stóra avgerðin verður tikin. Men ein semja skal finnast, og tað helst eisini skjótt. Vit eru nú komin beint framvið helminginum av valskeiðnum.

[object Object]
Skíggjamynd: Forfólkini í flokkunum - tó Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin - saman við vertinum John Johannesen

Undir kjakinum í Kringvarpinum varð tað aftur púra greitt, at allir politisku flokkarnir eru samdir í, at okkurt skal henda í sambandinum við Danmark.

Sambandsflokkurin er, ikki óvæntað, nógv greiðast í tí, at tað framvegis skal vera ein ríkisfelagskapur.

Um flokkarnir kunnu gerast heilt samdur í einari "tjóðarsemju", má tíðin vísa. Men at mótpólarnir vilja flyta seg nakað tykist heilt týðiligt.

Sí alt kjakið  HER

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

3 Leygardagur 01. februar 2025

Landsstýrið valt tveir limir í grein 6 nevndina

Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti og føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni eru valdir í nevndina, sum er sett at greiða spurningin um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO

Bjørn Kunoy, annar av limunum í grein 6-nevndini (Savnsmynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrið hevur nú valt sínar tveir limir í § 6 nevndina, ið er sett at greiða spurningin um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Føroysku limirnir eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti, sum í løtuni er føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, ið er serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

[object Object]Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, statsministari, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina (Savnsmynd)

Tað var fyrr í januar, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina. Áheitanin til Hægstarætt kann lesast her.

Limirnir í nevndini
Umframt landsstýrið, ið hevur valt tvey umboð, hevur danska stjórnin valt tvey umboð og Hægstirættur trý umboð. Hægstarættarforsetin er formaður í nevndini. Nevndin hevur fylgjandi limir:

  • Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, formaður
  • Lars Hjortnæs, hægstarættardómari (valdur av Hægstarætti)
  • Jens Kruse Mikkelsen, hægstarættardómari (valdur av Hægstarætti)
  • Bjørn Kunoy (valdur av landsstýrinum)
  • Sjúrður Rasmussen (valdur av landsstýrinum)
  • Vibeke Pasternak Jørgensen, chef for Juridisk Tjeneste, Udenrigsministeriet (vald av donsku stjórnini)
  • Anders Sparholt Jørgensen, afdelingschef Justitsministeriet (valdur av donsku stjórnini)

Stutt um føroysku limirnar:

Bjørn Kunoy
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur Føroya og adjunkeraður professari á Georgetown University, Washington DC. Bjørn Kunoy var formaður í dansk-føroyska embætisbólkinum, sum í 2021 kannaði møguleikarnar fyri føroyskum WTO limaskapi. Bjørn Kunoy er doctor juris fra Université Paris Ouest Nanterre (2013); LLM í evropeiskum rætti frá Europakolleginum í Brugge (2005) og hevur franskt løgfrøðiligt embætisprógv frá Université Ouest Nanterre (2004).

Sjúrður Rasmussen
Sjúrður Rasmussen hevur síðani 2004 verið serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann ráðgevur landsstýrinum í stýrisskipanarviðurskiftum og løgfrøðiligu viðurskiftunum við Danmark. Hann var í 1993 limur og skrivari í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi uppskot til endurskoðaða føroyska stýrisskipanarlóg, og var í 2004 við í føroysku sendinevndini, sum samráddist við donsku stjórnina um lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Sjúrður Rasmussen hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1982.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

4 Leygardagur 01. februar 2025

Verjusemja um Arktis og Norðuratlantshav

Flestu viðurskifti í semjuni viðvíkja ætlanum um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum hevði ávegis ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd í sambandi við verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi um Arktis og Norðuratlantshav.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur ikki tikið beinleiðis lut í samráðingunum millum flokkarnar á Fólkatingi, men hevur samskift við donsku stjórnina um tey viðurskifti, ið hava týdning fyri Føroyar. 

Landsstýrið og danska stjórnin hava frá byrjan verið samd um, at trygdar- og verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark, og at landsstýrið samskiftir við Løgtingið umvegis uttanlandsnevndina um trygdar- og verjumál.

Landsstýrið hevur í samráðingum við donsku stjórnina tikið støði í einmælt samtykta trygdarpolitikkinum, sum millum annað fevnir um, at Føroyar skulu virka fyri friði og støðufesti og samstarva við sameind og NATO um trygd og verju í norðurhøvum. 

- Føroysku samráðingarnar við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál eru liður í at tryggja, at Føroyar taka egna ábyrgd og hava ein virknan leiklut í trygdar- og verjupolitikki, ið skal útinnast í neyvum samstarvi við okkara grannalond og sameindu. Tað hevur týdning í eini tíð, har broytingarnar á heimspolitiska pallinum henda skjótt, at føroyskir myndugleikar taka lut í átøkum, sum eru við til at tryggja frið og støðufesti í einum alsamt óvissari heimi, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Ein uppfylgjandi semja verður væntandi gjørd seinni í vár. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og danska verjumálaráðið eru í samskifti hesum viðvíkjandi.

Flestu viðurskifti í semjuni viðvíkja ætlanum um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við. Harumframt er eitt fylgiskjal um samstarv millum Føroyar og Danmark á verjuøkinum. 

• Semja er millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at Føroyar skulu taka beinleiðis lut í viðkomandi verjupolitiskum átøkum, bæði á politiskum-strategiskum stigi og á operativum stigi, t.d. viðkomandi fundum og venjingum í NATO-høpi.

• Danmark setur til samans 50 mió. av komandi 8 árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna bæði hernaðarligum og sivilum endamálum. Hvørjar ætlanir, talan verður um, verður avrátt nærri, undir hesum eisini, um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur.

• Størri samstarv millum viðkomandi danskar og føroyskar myndugleikar um viðkomandi verjumál, t.d. á fregnarøkinum, innan gransking, tilbúgving, eftirlit, fylgissveinaeftirlit, o.a.

• Dentur er á, at føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at útinna uppgávur í sambandi við íverksetan av semjuni.

• Nevnt er, at Føroyar, Grønland, Danmark og møguliga onnur fara undir at kanna møguleikarnar fyri at leggja nýggjan samskiftiskaðal.

• Dentur á týdninginum av samstarvi við Vørn í sambandi við virksemi hjá donsku sjóverjuni við í føroyskum sjógvi.

Talan er um ein drúgvan tíðarkarm fyri íverksetan av átøkunum í semjuni, men ætlanin er at virka fyri, at tey viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum myndugleikum, t.d. luttøka í samstørvum, verða útint skjótt. Tá ið møgulig átøk skulu fremjast, skulu málini viðgerast í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum og um neyðugt leggjast fyri Løgtingið til avgerðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

5

Størv

Stjóri til GroAqua samtakið

Meira Umsóknarfreist: 21. februar 2025

Laborantar til starv á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Meira Umsóknarfreist: 16. februar 2025

Fulltrúar til Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 16. februar 2025

Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn söker en avdelningskoordinator till avdelningen för HR och juridik

Meira Umsóknarfreist: 16. februar 2025

Løgfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 23. februar 2025

Rohde Nielsen søger Maskinmestre og Maskinister

Meira Umsóknarfreist:

Lýsing eftir kropsligum venjara

Meira Umsóknarfreist: 16. februar 2025

Starvsfólkaumsitari til Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 09. februar 2025

Løgfrøðingar til Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 24. februar 2025

Kom í skrivstovulæru hjá IR Lastbilum

Meira Umsóknarfreist:

Løgfrøðingur til Klaksvíkar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 06. februar 2025

Ráðgevi til Javnaðarflokkin á Fólkatingi

Meira Umsóknarfreist: 09. februar 2025
6
Leygardagur 01. februar 2025

- Høgaberg skal navn títt vera

Stásiligi Høgaberg kom seinnapartin í gjár flaggskrýddur á Fuglafjørð, har hátíðarhald og dópur var

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár kom nýggja og stásiliga uppsjóvarskipið hjá Framherja, Høgaberg, til Føroya.

Fyrst legði skipið inn á Toftum, haðani reiðarin, Annfinn Olsen, er. Á Toftum kom pápi reiðarans, 94 ára gamli Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi reiðari og politikari, umborð saman við øðrum, og haðani var kósin sett móti heimstaðnum Fuglafirði.

Komin á Fuglafjørð var skipið doypt á væl vitjaðum hátíðarhaldi.

Kiran Jóanesarson og Sverri Egholmn tóku myndirnar:

Nógv fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

7 Leygardagur 01. februar 2025

Nólsoyingar í Sjórænaramálinum fríkendir

Føroya rættur fríkendi nólsoyingar í tveimum av trimum ákærum

Teir fimm, Beinir Poulsen, Edvard J. Skúvadal, Terji Rassmusen, Róin Róin Joensen og Anfinn Nielsen, fegnaðust um fríkenningina (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríkendir í ákærunum at hava forða løgregluarbeiði og fríkendir fyri at hava afturhildið Ternuna, men dømdir sekir í at hava órógvað almenna friðin.

Tað var niðurstøðan í Føroya rætti hósdagin, tá dómur fall í Sjórænaramálinum. Hetta visti Frihedsbrevet.fo, sum hevur fylgt málinum.

Málið, sum hevur verið fyri í rættinum hesa vikuna, snýr seg um eitt mótmælistiltak í Nólsoy í september 2019. Nólsoyingar vóru misnøgdir við, at Ternan varð tikin úr sigling, tí hon skuldi avloysa Teistan á Sandoyarleiðini.

Nólsoyingar sperraðu millum annað ferjuleguna, so Ternan ikki slapp til Havnar aftur. Ternan lá við bryggju í nógvar tímar og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.

Fimm menn vóru ákærdir í málinum.

Sambært Frihedsbrevet.fo fingu menninir eina revsing at rinda 10 dagbøtur á 500 krónur, samanlagt 5.000 krónur. Revsingin fall burtur tí málið er so gamalt og sakarmálskostnaðin skulu teir ákærdu heldur ikki rinda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

8 Leygardagur 01. februar 2025

Posta gevst at bera lýsingabløð út

Frá í vár gevst Posta at bera út til húski, sum higartil hava fingið lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku

(Mynd: Posta)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Frá í vár gevst Posta at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku.

- Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er, sigur fyribilsstjórin á Posta, Evard Remberg.

Kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.

- Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg.

Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.

Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.

- Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg.

Avgerðin hevur við sær, at 20 størv verða niðurløgd, og at 12 fólk verða søgd úr starvi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

9 Leygardagur 01. februar 2025

Hedvig Johansdóttir Høgnesen nýggjur aðalskrivari í Barnabata

Seinastu 15 árini hevur hon starvast á Dugna, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóri seinastu 10 árini

Hedvig Johansdóttir Høgnesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hedvig Johansdóttir Høgnesen er sett í starv sum aðalskrivari í Barnabata og tekur við starvinum 1. mars 2025.

Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk og er við at enda sín magistara lestur innan trivnað- og tilfeingissálarfrøði. Seinastu 15 árini hevur hon starvast á Dugna, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóri seinastu 10 árini.

- Við sínum drúgvu arbeiðsroyndum og persónligu dygdum er hon rætti persónur at víðarimenna Barnabata. Vit gleða okkum til eitt gott og spennandi samstarv, Barnabata at frama, sigur Turið Horn, forkvinna.

Djóni Eidesgaard fór frá sum aðalskrivari í oktober. Hann røkti starvið í gott 11 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

10 Leygardagur 01. februar 2025

Jóngerð Guttesen og Álvur Højgaard eru ársins leiðarar

Ársins leiðarar innan tað almenna og privata vóru kosnir á Leiðaradegnum í gjár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins leiðari í almenna geiranum er Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, sum er eldrassamstarvið fyri Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunur, og ársins leiðari innan tað privata er Álvur Højgaard, stjóri í reiðarínum Navigare.

Tað varð kunngjørt á Leiðaradegnum, sum varð hildin á Hotel Føroyum í gjár.

Um Jóngerð Guttesen verður millum annað sagt:

- Sum leiðari er Jóngerð leiðari skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum at uppliva eina tíðarhóskani starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra fmailjur í Roðanum fáa eina duygdargóða tænastu.

Hini tilnevndu innan tað almenna vóru Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, og Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í Familjufyrisitingini.

Um Álv Højgaard verður sagt:

- Álvur hevur sum stjóri ment felagið frá einari minni fyritøku sum kundi metast at vera lokal til í dag at vera ein fyritøka, sum arbeiðir á altjóða marknaðinum í altjóða kapping. Álvur er ein leiðari har starvsfólk merkja, at stjórin hevur áhuga fyri teirra øki, og sum er niðri í eygnahædd, og sostatt skapar hann stórt álit millum leiðslu og starvsfólk, tí felagið og starvsfólkahópurin gerast ein meira samanhagandi eind.

Innan tað privata vóru hini tilnevndu Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, og Poula Michelsen, nevndarforkvinna í PM.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

11 Leygardagur 01. februar 2025

Norðlýsið spældi sær

Vakurt fleiri staðni týskvøldið

Kunoy (Mynd: Eliana Svøðstein)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey, sum hugdu upp í luftina týskvøldið, varnaðust helst vakra norðlýsið, sum spældi sær á himmalhválvinum.

Fleiri tóku myndir, og sendu til Portalin.

Sí allar myndirnar her

[object Object]Leirvík (Mynd: Árni Jacobsen)

[object Object]Í Søldarfirði (Mynd: Sabina Poulsen)

[object Object]
Hoyvík (Mynd: Óli Lindenskov)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

12 Leygardagur 01. februar 2025

Áleið 1.800 lestrarpláss boðin út í summar

Tað sigur landsstýrismaðurin við útbúgvingarmálum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Áleið 1.800 lestrarpláss verða boðin út í summar.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning, sum Beinir Johannesen, tingmaður úr Fólkaflokkinum hevur sett.

Heilt nágreiniliga er talan um 1.797 lestrarpláss, og tey verða býtt soleiðis:

  • Gymnasiala breytaskipanin: 856
  • Yrkisútbúgvingarskipanin: 212
  • Aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar: 20
  • Maritimar útbúgvingar: 192
  • Heilsuskúlin: 77
  • Hægri Nám: 60
  • Bachelorútbúgvingar: 260
  • Masterútbúgvingar: 120

Aftur at hesum tølum eru eisini 25 lestrarpláss til hjánámslestur á Fróðskaparsetri Føroya, umframt ph.d.-lestur, sum ikki er skipað við árligariupptøku. Yrkisútbúgvingar við lærutíð í Føroyum, har skúlagongdin er í Danmark, eru heldur ikki taldar við.

Ivamál er um, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út á Hægri Námi, og tí kunnu tey tølini verða øðrvísi, tá vit koma til summarið 2025, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat, at tølini, sum eru nevnd omanfyri, eru vegleiðandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

13 Leygardagur 01. februar 2025

Nærum 95.000 innskrivingar samanlagt í 2024

Tað vóru gott 2.600 innskrivingar fleiri enn í 2023. Talið fyri "fólkanætur" var eisini nakað hægri, og bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið trý prosent fleiri enn í 2023
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Innskrivingarnar á gistingarhúsunum í Føroyum vóru nærum 95.000 tilsamans fyri árið 2024. Hetta eru gott 2.600 innskrivingar fleiri enn í 2023. Í miðal vóru 545 kømur tøk um mánaðin í 2024, har av helvtin av teimum vórðu nýtt.

Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið 3 prosent fleiri enn í 2023. 

Fólkanætur á gistingarhúsum

Januar – desember 2023/2024



januar – desembermunur

20232024tal%





Fólkanætur221.575230.4348.8594,0
Innskrivingar92.34194.9542.6132,8






Nýtslustigið minkað eitt vet 

Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk. Fyri at finna árliga rúmføri hjá einum gistingarhúsi við 20 kømrum, verða hesi faldað við dagatali í árinum, sum gistingarhúsið hevur opið.

Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.

Í fjør vóru 49 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2023, tá talið var 52 prosent. Her skal havast í huga, at talið av tøkum kømrum, ella rúmføri, er vaksið við gott 6.500 kømrum fyri alt árið. Kamarsnæturnar vóru gott 2.650 færri í fjør enn í 2023.

Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.


[object Object]

Fólkanæturnar á støði við talið í 2022

Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í fjør, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Talið er nærvið tað sama sum tað var í 2022. 

Býtið ímillum fólkanæturnar í Tórshavnarøkinum og restina av landinum er líkt býtinum undanfarnu tvey árini. 

[object Object]

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met

Fólk úr Føroyum og Danmark hava sovið væl færri nætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2023.

Harafturímóti hevur bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024. Hesin bólkur gisti útvið 113.500 nætur í 2024. Hetta er ein hækking á 16 prosent.

Fólkanætur á gistingarhúsum skift á bústaðarland
Januar – desember 2023/2024



januar – desembermunur

20232024tal%





Tilsamans221.575230.4348.8594
Føroyar58.33254.759-3.573-6
Danmark65.48262.203-3.279-5
Onnur lond97.761113.47215.71116






Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

14 Leygardagur 01. februar 2025

376 gjørdu lærusáttmála í 2024

Tey, sum byrjaðu í læru í fjør læra innan 45 ymiskar útbúgvingar, og 31 prosent av lærlingunum noyðast uttanlands at taka skúlagongdina

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Yrkisútbúgvingarnar eru framvegis høgt í metum ímillum ung, eins og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.

Sambært hagtølun hjá Yrkisdeplinum valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv í 2024. Tað er 57 prosent av einum miðal føroyskum árgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini.

Sæð yvir eitt longri áramál hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar leingi verið rættiliga høg og vaksandi og hevur seinastu 20 árini ligið um 50 prosent av einum miðal føroyskum árgangi. Seinastu sjey árini hevur tilgongdin ligið ímillum 55 og 62 prosent árliga.

Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í fjør, læra innan 45 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag knapt 1.000 fólk í ferð við at taka 62 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.

Aldurin á nýggju lærlingunum í 2024 lá ímillum 15 og 57 ár, ímeðan miðalaldurin var 22,2 ár. 23 prosent av teimum, sum byrjaðu at læra í 2024, vóru yvir 25 ár, skrivar Yrkisdepilin.

Skúlagongdin í Føroyum og í Danmark
Av teimum 62 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 15 teirra í Føroyum. Til hinar útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla.

Í tølum merkir tað, at í 2024 byrjaðu 31% av lærlingunum uppá útbúgvingar har tað krevst, at tey fara uttanlands at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt (vanliga er skúlagongdin umleið 25% av einari yrkisútbúgving).

Nýggjar útbúgvingar í 2024
Millum nýggju útbúgvingarnar í 2024 vóru ventilatiónstøkningur, ambulansuviðgeri, gullsmiður og tannatstøðingur. Skúlagongdin til hesar útbúgvingarnar er á donskum skúlum.

Nú ber til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum, soleiðis at tað slepst undan at fara til Danmarkar at taka skúlagongdina, sum hoyrir til yrkið. Undirvísingin er á TSK í Klaksvík.

Alaraútbúgvingin varð sett á stovn í 2022, tá fyrstu alararnir byrjaðu á Miðnám í Vestmanna, og fyrstu alararnir fáa sveinabræv í 2026.

Tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku yrkisútbúgvingarnar innanfyri maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara, og 43 prosent av lærlingunum í 2024 byrjaðu innanfyri hesi yrkini.

Umleið 30 prosent av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2024, nema sær útbúgving innan merkantilu fakini, har størstu útbúgvingarnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, sum td. fyrisiting, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og innanfyri speditión og shipping.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

15
Leygardagur 01. februar 2025

Sjey nýggir skiparar frá Sjónámi

Fingu handað prógvið í farnu viku

Elias Zachariasen, næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag handaði virðislønir. Her til Ludvík við Stein (Mynd: Sjónám)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hátíðarløta var á Sjónámi í Klaksvík í farnu viku tá sjey skiparar fingu prógv.

Teir, ið fingu prógv vóru Jens Joensen, Brian Thomsen, Sveinur Bjarkason, Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Olsen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg.

Elias Zachariassen frá Skipara & Navigatørfelagnum handaði virðislønir.

Fyri besta úrslit fekk Ludvik við Stein ein grindaknív frá Skipara & Navigatørfelagnum.

Fyri gott úrslit fekk Sveinur Bjarkason ein Steiner kikara frá Norðoya Sparikassa.

Besti floksfelagið (valdur av næmingum) var Sveinur Bjarkason, sum og fekk eitt ur frá Vela-Watches.

Hanus Mikkelsen, havnameistari á Tórshavnar Havn bar fram røðu umframt Jón Nónklett, skeiðslærari og Ludvik vit Stein.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

16 Leygardagur 01. februar 2025

Gamla fongslið verður til íbúðir

Tíggju íbúðir verða bygdar har, sum klivarnir á gomlu politistøðini í Jónas Broncks gøtu hava verið. Eftir ætlan standa íbúðirnar lidnar á sumri 2026

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er nógv virksemi við gomlu politistøðina í Havn, og tað kundi mest sum líkst einari fongsulsflýggjan, um tað var fyri 15 árum síðani ella meira. Men bæði garðurin og klivarnar í Jónas Broncks gøtu hava staðið gapandi tómir í áratíggju nú.

Fongslið hevur tænt fyri seg, og verður tað í hesum døgunum brotið niður, og nýggjar flottar íbúðir verða bygdar har í staðin.

J&K Petersen stendur fyri verkætlanini at bróta fongslið niður og byggja uppaftur. Ætlanin er at byggja tíggju íbúðir, har tað verða fimm eindir við tveimum íbúðum í hvørjari eind.

[object Object]Soleiðis fer tað at síggja út tá verkætlanin er liðug (Mynd: J&K Petersen)

Arbeiðið byrjaði um ársskiftið, har nakrir mans byrjaðu við at tøma bygningin innan; alt innihaldið í bygninginum skuldi brótast niður, skiljast og síðani burturbeindast rætt ella endurnýtast. Hareftir var bert stál og betong eftir, sum ein 24 tons gravimaskina nú eru í holt við at bróta niður, skrivar J&K Petersen.

Væntandi verður fongslið burtur fyrst í februar, og síðani kann jørðarbeiðið fara í gongd. Farið verður undir at stoypa fundament og bygningarnir eina ferð í vár. Íbúðirnar verða ætlandi innilokaðar seint í heyst, og standa tær lidnar á sumri 2026.

Sí fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

17 Leygardagur 01. februar 2025

Arbeiðsloysið er so at siga óbroytt

Arbeiðisloysið var nakað minkandi í Sandoyar økinum í 2024, men nakað hækkandi í Vágum. Samanlagda talið í Føroyum fyri desember mánað var 0,9 prosent

Undir eitt prosent av arbeiðsmegini var rakt av arbeiðsloysi í desember 2024 (Mynd: hagstova.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samanborið við árið fyri, var arbeiðsloysið í desember óbroytt við 0,9 prosentum. Færri persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í desember 2024, men umroknað til fulltíðararbeiðsleys vóru tey fleiri. Tað merkir at tíðin í arbeiðsloysi er vaksin, skrivar Hagstovan.  

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin.

[object Object]

Í desember vóru 285 fulltíðararbeiðsleys, sum eru trettan fleiri enn árið fyri. 319 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 24 færri enn í desember árið fyri. 

[object Object]

Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum 

Í desember vóru 102 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.

Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,1 prosent við 183 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentig hægri enn árið fyri.

[object Object]

Sandoyar øki minsta arbeiðsloysi

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í desember var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Tað er helvtina minni, enn tað var sama mánað árið fyri.  

Størsta arbeiðsloysið i desember var í Suðustreymoyar øki við 1,2 prosentum. Størsti vøkstur samanborið við fyrraárið var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,4 prosentstig. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

18 Leygardagur 01. februar 2025

Føroya bestu vørumerki verða heiðrað 28. februar

Fleri enn 650 føroysk vørumerki vóru skotin upp av almenninginum og dómsnevndini. Nú eru 15 tey bestu vørumerkini eftir - og tey kappast í trimum bólkum

(Mynd: FBV24)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

28. februar verða tær fyritøkur, ið hava skarað framúr og vunnið eitt serligt pláss í hugaheiminum hjá føroyingum, heiðraðar á fyrsta sinni.

Hetta verður á einum eitt stórum tiltaki í spildurnýggju stórhøllini Við Tjarnir við fyrilestrum við føroyskum og útlendskum serfrøðingum innan branding og starvsfólkabranding, umframt kjak og innlit í framtíðar møguleikar hjá føroyskum vørumerkjum. Tiltakið varpar ljós á týdningin av at styrkja og viðlíkahalda sítt vørumerki – tað virðismiklasta, ein fyritøka eigur.

Tilgongdin at velja Føroya bestu vørumerki byrjaði í oktobur 2024. Ein stór dómsnevnd, mannað við nøkrum av fremstu fakfólkunum úr vinnuliga og akademiska umhvørvinum, hevur skotið upp vørumerki, sum síðani eru viðgjørd, raðfest og samanborin við uppskot frá almenninginum. Tey útvaldu vørumerkini hava sostatt verið gjøgnum eina professionella meting, har bæði akademisk og verklig vitan er brúkt til at tryggja, at úrslitið byggir á sterkar og væl grundaðar metingar.

Tey tilnevndu eru
Fleiri enn 650 føroysk vørumerki eru skotin upp av almenninginum og dómsnevndini. Nú eru 15 tey bestu vørumerkini eftir – og tey kappast í trimum bólkum:

Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum:
• OY
• Guðrun & Guðrun
• Breyðvirkið
• Fjord
• Faer Isles Distillery

Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum:
• Atlantic Airways
• Føroya Tele
• Smyril Line
• Krás
• Nema

Fyritøkumarknaður:
• GroAqua
• Bakkafrost
• Articon
• Framskák
• Mest

Nú er so upp til dómsnevndina at meta um hesi vørumerki og kjósa teir tríggjar vinnararnar av Føroya bestu vørumerkjum 2024.

Føroya bestu vørumerki 2024 er fyriskipað av brandr Føroyar, sum er ein partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global. Síðani brandr Føroyar fór undir sítt virksemi í mai 2024, hevur stórur áhugi verið fyri branding og fyri at máta, skilja og menna føroysk vørumerki. Hetta tiltakið er ein partur av hesum arbeiði – at skapa tilvitan um týdningin av branding og geva føroyskum fyritøkum betri grundarlag at styrkja síni vørumerki í framtíðini.

Spurningurin er nú: Hvørji eru Føroya bestu vørumerki 2024? Tað verður avdúkað við Tjarnir tann 28. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

19
Leygardagur 01. februar 2025

Bakkafrost størsta útlendska felag

Við einum marknaðarvirði á 38,2 milliardir norskar krónur, er føroyska Bakkafrost størsta útlendska felag innan fiskaídnaðin á keypsskálanum í Oslo

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og Rúni M. Hansen, nevndarformaður (Mynd: Anders Furuset, Intrafish)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar miðilin ilaks.no. Samlaða virðið á “fiskapartabrøvum” á keypsskálanum í Oslo er 338 milliardir krónur. Hetta eru feløg innan bæði fiskivinnu, aling og veitarafeløg. 

Tað eru sjey útlendsk feløg innan hesar greinar, og Bakkafrost er nógv størst av teimum. Bakkafrost er nummar trý á samlaða listanum. 

Stórst er alifelagið Mowi, sum eisini er í Føroyum, síðani kemur Salmar, og nummar trý á samlaða listanum kemur Bakkafrost. Mowi er nógv stórst við einum marknaðarvirði á 114 milliardum norskum krónum, Salmar við einum marknaðarvirði á 78 milliardum og síðani Bakkafrost við 38 milliardum norskum krónum í marknaðarvirði

Miðilin ilaks.no sigur eisini, at feløgini innan hesa vinnu, eru síðstu árini vorðin ein týðandi partur av norska búskapinum.





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

20 Leygardagur 01. februar 2025

Kirkjugarðurin í Leirvík víðkaður

340 gravpláss eru komin afturat. Vígslan varð hildin sunnudagin

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin 26. februar skipaðu Leirvíkar kirkja og samkomuhúsið Hebron fyri kirkjugarðsvígslu í Leirvík.

Kirkjugarðurin oman fyri bygdina bleiv eisini víðkaður mitt í 80-unum, men við millum 10 og 12 nýggjum grøvum um árið, varð nú aftur neyðugt við eini víðkan.

Í fyrsta umfari eru umleið 340 nýggj gravpláss, og seinni ber til at víðka garðin niðaneftir og fáa onnur 300 gravpláss aftrat.

Vígslan

Fyrst varð ein sálmur sungin, meðan gingið varð rundan um kirkjugarðin.

Síðani lósu Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, og Jóan Magnus Rasmussen, frá samkomuni Hebron, tekstbrot úr bíbliuni.

Til seinast varð biðin ein bøn og so varð sjálv vígslan, áðrenn endað varð við einum sálmi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

21 Leygardagur 01. februar 2025

21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin í Klaksvík

Á sumri í 2023 fór arbeiðið at gera veg til raðhúsini og onnur hús oman fyri Stangavegin í gongd. Í alt vera 21 nýggj almenn parkeringspláss í økinum, umframt at tað eisini verður møguligt at løða el-bilar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Endamálið við arbeiðinum er m.a., at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum.

Arbeiðið hevur gingið væl, men onkrar avbjóðingar hava verið. Eitt nú mátti brekkast meir enn væntað, og kemst hetta serliga av umleggingini av eini á, sum rennur næst sethúsunum. Arbeiðið, at umleggja kloakkina, er nú liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt.

[object Object]

Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. milliónir krónur, og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/september í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

22 Leygardagur 01. februar 2025

Rannvá Joensen takkaði fyri seg eftir 37 ár sum lærari

Fráfaringaløta var farna fríggjadag fyri varaskúlastjóranum á Skúlatrøð í Klaksvík

Nógv fólk samlað til fráfaringarløtuna. Fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá (Mynd: skulatrod.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú.

Soleiðis segði Karl H. Johansen, borgarstjóri, millum annað í røðu síni til Rannvá Joensen. Rannvá er nú givin sum lærari eftir heili 37 ár. Í hesum sambandi var fráfaringaløta í Miðhøllini á Skúlatrøð fríggjadagin, har borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu segði nøkur orð.

Karl Johansen takkaði millum annað nú fráfarandi varaskúlastjóranum fyri síni avrik og stóra avrik í norðurlendskum skúlaleiðaratoymi, sum hevur havt stóran týdning fyri vinarbýarsamstørvini, sum Klaksvíkar kommuna hevur við Ísland, Finnland, Norra, Svøríki og Danmark.

[object Object]
Karl Johansen og Rannvá Joensen (Mynd: klaksvik.fo)

Nógv fólk vóru samlað til fráfaringarløtuna, sum var í nýggju miðhøllini. Fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá, skrivar skulatrod.fo.

Skúlastjórin Jónleif Johannesen bjóðaði vælkomin og síðani vóru fleiri røður hildnar. Jónleif Johannesen fyri Skúlatrøð, Lena í Buð fyri skúlastýrið, Karl Johansen fyri Klaksvíkar kommunu, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Jórunn Høgnesen fyri starvsfólkini á Skúlatrøð. Fiona Parker bar eisini eina tøkk fram vegna skúlahornorkestrið. Eisini vóru gávur handaðar.

[object Object]
Myndir: skulatrod.fo

Fleiri sang og tónleikainnsløg vóru eisini. Skúlahornorkestrið spældi eitt lag, so ein sangur frá kvinnuliga lærarakórinum, vakri sangurin, sum hevur so nógv at siga fyri Rannvá, Gakk tú tryggur, varð sungin av kórinum, sum var uppsett til høvið og til endans eitt innslag við Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe.

Til seinast takkaði Rannvá fyri tíðina og føgru orðini, og øll vórðu boðin til smyrjibreyð og lagkøku í matarhøllini.

Rannvá Joensen byrjaði sum lærari í Haraldsundi. Í 1992 fór hon í starv í Ósaskúlanum, og síðani fólkaskúlarnir í Klaksvík gjørdist ein skúli, hevur hon starvast á Skúlatrøð sum varaskúlastjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

23 Leygardagur 01. februar 2025

Hetta er nýggi stjórin á Tjóðpallinum

Norðmaðurin Harald Thompson Rosenstrøm tekur við stjórastarvinum 1. apríl

Harald Thompson Rosenstrøm
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leiklistaráðið hevur tikið avgerð um at seta Harald Thompson Rosenstrøm í starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Harald Thompson Rosenstrøm er 38 ára gamal, og hann er ættaður úr Oslo í Noregi.

Harald Thompson Rosenstrøm er útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School í Moskva, undir leiðslu av Kirill Seebrennikov. Hann hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi, og hevur eina Master innan filmshandrit, frá TAMK, í Finnlandi. Hann hevur viðkomandi royndir innan leiklistayrkið og sum leiðari. Síðani 2022 hevur Harald Thompson Rosenstrøm arbeitt sum listarligur leiðari millum annað á leikhúsinum Vabalava í Estlandi og áðrenn hetta var hann rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi í fimm ár. Hann hevur eisini starvast sum sjónleikari og leikstjóri á leikhúsum í Noregi, Russlandi, Fraklandi, Estlandi og Kosovo, umframt undirvíst innan sjónleik.

Harald Thompson Rosenstrøm byrjar í starvinum sum stjóri 1. apríl 2025.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

24 Leygardagur 01. februar 2025

Luttakararnir til Geytan 2025 eru funnir

Ársins Geyti verður í Norðurlandahúsinum komandi leygarkvøld

Mynd úr filminum Kvøldvaktin
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dómsnevndin hevur atkvøtt, og nú er greitt, hvørjir stuttfilmar sleppa at kappast um ársins Geyta, sum verður 8. februar í Norðurlandahúsinum.

Sum siður er, skal besti føroyski stuttfilmur veljast, tá ársins Geyti verður kosin. Hetta verður eitt satt veitslukvøld við reyðum langteppi, brúsi í glasinum og afterparty, og nú er kunngjørt, hvørjir luttakarar og stuttfilmar skulu kappast um ársins Geyta.

Eftir at hava viðgjørt allar 16 filmarnar, sum eru innkomnir, hevur dómsnevndin valt, at sjey stuttfilmar skulu víðari í kappingini.

Tey tilnevndu eru: 

  • Magni Elias Vang við filminum “Álvara og gaman” 
  • Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre við filminum “EINMIN”
  • Julia í Kálvalíð við filminum “Faðir mín Faðir”
  • Sølvi Næs Hoydal við filminum “Glataður tími”
  • Maria Winther Olsen við filminum “Halt um meg”
  • Trygvi Danielsen við filminum “Kindregg”
  • Høgni Egholm Magnussen og Mathias Dimon Næs við filminum “Kvøldvaktin” 

Hesi eru í kapping um virðislønirnar Geytin á 40.000 krónur, latin av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 krónur, latin av Tórshavnar kommunu.

Tey, ið sita í dómsnevndini við torføru uppgávuni at velja vinnaran av Geytanum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, umframt eitt altjóða filmsumboð.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugað at hittast. Stuttfilmskappingin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

25 Leygardagur 01. februar 2025

Emiliana Torrini á G! 2025

Íslendska songkvinnan er tilnevnd eina Grammy-virðisløn, hevur samstarvað við nógv stór nøvn og er nú framm við fyrstu soloútgávuni í tíggju ár

Emiliana Torrini sang millum annað "Gollum's Song" í Lord of the Rings.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

G! festivalurin kundi í vikuni kunngera, at íslendska Emiliana Torrini kemur at framföra á G! í summar.

Hetta er ikki ein songkvinna sum rópar og skriggjar eftir, at tú skalt geva henni ans — hon er mest sum bara har. Tó, ert tú fyrst fallin fyri íslendsku songkvinnuni við italska navninum, varðar tað fyri lívið.

Heimskenda songkvinnan hevur rúnarbundið lurtarar í meira enn 20 ár, og fleiri kenna møguliga vælfagnaða sang hennara Jungle Drum, ella kanska hava hoyrt hana syngja Gollum's Song í Lord of the Rings.

Seinastu árini hevur hon tikið upp og framført saman við The Colorist Orchestra, men er í løtuni frammi við fyrstu soloútgávuni í 10 ár: Miss Flower.

Henni líkt, flytir Emiliana Torrini seg millum tað myrka og loyndarfulla elektroniska til ein akustiskan nærleika. Nýggja útgávan er eitt meistaraverk og fær sera góð skoðsmál. Emiliana Torrini viðgerð brøv og dagbøkur hjá sermerktu Geraldine Flower, við søgum um kærleika, loyndarmál og ævintýr, sum ger søgugongdina spennandi.

G! verður dagarnar 17. til 19. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

26 Leygardagur 01. februar 2025

Dodo & The Dodos á Norð Festivalin

Kendi danski poppbólkurin, Dodo & The Dodos, verður millum høvuðsnøvnini á ársins Norð Festivali. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin hevur konsert í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dodo & The Dodos hittaðu í 80unum og 90unum við sangum sum 'Vågner i natten', 'Giv mig hvad du har' og 'Sømand af verden', og sangirnir hava skrivað seg inn í danska tónleikasøgu. 30. august kann kendi danski bólkurin upplivast á Norð Festivalinum á Viðareiði.

Fyrsta konsertin í Føroyum
- Vit fegnast um at kunna kunngerða, at tað hevur eydnast okkum at fáa Dodo & The Dodos á Norð Festivalin, og tað er fyrstu ferð, at kendi danski poppbólkurin hevur konsert í Føroyum, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari.

Populariteturin hjá Dodo & The Dodos er stórur, og lagt verður upp til eitt brak av eini konsert á Viðareiði.

Danski poppbólurin legst afturat eini røð av kendum føroyskum nøvnum á Norð Festivalinum. Marius Ziska, Gurðið Hansdóttir, Páll Finnur Páll, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Karl Martin og Mikkjal vera millum tey, sum fara á páll á Viðareiði 30. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

27 Leygardagur 01. februar 2025

Jazzygold á Summar Festivalin

Sangir frá EP’ini "it’s been a while", sum er á veg, verða framførdir í Klaksvík í august

Í mars 2024 varð Jazzygold tilnevnd til Ársins Spíra á FMA. Ein heiður, ið staðfestir hennara pláss sum eitt av mest spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við sínari dreymakendu rødd blandar Jazzygold popp og r&b og hevur skapt eitt heilt serligt ljóð, ið hevur gjørt hana til eitt kent navn bæði her heima og uttanlands.

Við sangum sum “homerun”, “ex-friends” og nýggjasta staklagnum “gold” hevur hon vunnið hjørtu hjá áhoyrarum kring Evropa, og hevur bygt sítt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tær torføru kenslurnar.

Í mars 2024 varð Jazzygold tilnevnd til Ársins Spíra á FMA, ein heiður, ið staðfestir hennara pláss sum eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum í føroyskum tónleiki.

Á Summar Festivalinum fer Jazzygold at framføra sangir frá síni debut-EP, "it’s been a while", sum kemur út í februar. EP’in er ein persónlig og hjartanemandi søga, ið lýsir hennara lívsleið frá barnarøtrunum í Føroyum og til hennara mongu upplivingar runt í heiminum – ein ferð gjøgnum samleika, kenslur og tað at finna seg sjálva.

Hetta verður ein heilt serlig framførsla og til ber søkka niður í eina tónlistarliga uppliving, sum bjóðar tær bæði nærveru og vakurleika.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

28 Leygardagur 01. februar 2025

Son of Fortune á Summar Festivalin

Son of Fortune spælir støvutan rokk og inniligar balladur beint frá livrini á ársins Summar Festivali

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum í august.

Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, gleðir seg at geva festivalgestum eitt ordans brak av eini framførslu. Eina góða blanding av brimbardu Føroyum og Nashville Tennessee.

Seinasta útgávan hjá honum, Voodoo Pop, varð upptikin í Nashville saman við monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White.

Eisini hevur hann spælt við navnframa Kris Kristofferson, sála.

Haraftrat var sangur hansara "Sunday in Music City" kosin Ársins sangur í úvarpssendingini Jambalaja í 2021. 

Son of Fortune spælir sjálvandi tey eyðkendu “AVE” løgini, men eisini er nýggjur tónleikur ávegis, sum verður at hoyra á Summar Festivalinum í august.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

29 Leygardagur 01. februar 2025

ABBA-fagnaður á Okkara Land

Bólkurin við Edith Dahl Jakobsen, Ann Chanett Danielsen, Bjarna Lisberg og Allan Tausen fer at spæla kend ABBA løg á Okkara Land á Skálatrøð 21. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski ABBA-coverbólkurin við Edith Dahl Jakobsen, Ann Chanett Danielsen, Bjarna Lisberg og Allan Tausen spældi fleiri útseldar konsertir í fjør, og í summar verða tey at hoyra á Okkara Land á Skálatrøð.

ABBA forkelaði frá 1972 til 1982 allan heimin við teirra framúrskarandi løgum, sum enn í dag verða nógv spæld.

Løg sum 'Mamma Mia', 'Dancing Queen', 'Fernando, Waterloo' og 'Take a Chance on Me' eru millum tey heilt kendu.

Okkara Land var á fyrsta sinni í fjørsummar, og var tá í Marknagili í Havn. Í ár er tað flutt oman á Skálatrøð og verður 21. juni.

Frammanundan hevur Okkara Land kunngjørt millum annað Grandma's basement, Hitmen, Herborg Torkilsdóttir og ikki minst Lou Bega, sum er kendur fyri 'Mambo no. 5', 'Sweet like Cola' osv.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

30 Leygardagur 01. februar 2025

Flogvanlukka í USA: Um 30 lík funnin

Tað er ikki longur nøkur vón um at finna nakran á lívi, varð sagt á tíðindafundi í Washington D.C. fyri løtu síðani

Ronald Reagan-floghavnin í Washington D.C. letur uppaftur fyri flogferðslu klokkan 11 lokala tíð (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin vóru 27 av teimum 64 fólkunum, sum vórðu í flogfarinum hjá American Airlines, og eitt herfólk úr hernaðartyrluni, sum duttu niður í Potomac-ánna nærindis Washington D.C., funnin deyð.

Vanlukkan heid hósnáttina nærhendis amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C.

Og tað var eingin vón um at finna nakran á lívi, segði John A. Donnelly, sløkkiliðsleiðari á Ronald Reagan Washington National-floghavnini á tíðindafundi hósdagin.

Sambært stjóranum á American Airlines, var tað enn ógreitt, hví flogfarið og tyrlan stoyttu saman, og amerikanski flutningsmálaráðharrin, Sean Duffy segði, at tað er ikki óvanligt við hernaðartyrlum í økinum.

Umborð á ferðafólkaflogfarinum hjá American Airlines vóru 60 ferðafólk, og manningin taldi fýra fólk. Í tyrluni vóru trý herfólk.

Í kjalarvørrinum á vanlukkuni varð Ronald Reagan-floghavnin stongd fyri flogferðslu, men floghavnin latur uppaftur klokkan 11 lokala tíð.

Hetta er fyrstu ferð í nærum 16 ár, at eitt ferðafólkaflogfar dettur niður í USA. Seinast var í februar 2009, tá eitt ferðafólkaflogfar datt niður og rakti eini hús nærindis Buffalo í statinum New York. Øll 49 fólkini umborð lótu lív.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

31 Leygardagur 01. februar 2025

Edinburg setir ferðafólkaskatt í gildi

Frá á sumri 2026 verða ferðafólk áløgd at rinda fimm prosent av gistingarútreiðslunum í serligum skatti

(Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skotski høvuðsstaðurin fer nú at seta ein serligan skatt í gildi fyri ferðafólk, sum vitja býin.

Lokalu politikararnir í Edinburgh hava samtykt at innføra ein serligan skatt fyri vitjandi. Hetta er fyrstu ferð, at ferðafólkaskattur verður settur í gildi í Stórabretlandi, skrivar CNN.

Skatturin kemur at galda frá miðskeiðis í 2026, og verður lagdur á ferðafólk, ið bíleggja hotell, herberg, gistingarhús, leiguíbúð ella bed & breakfast, skrivar dr.dk.

Ferðafólkaskatturin verður fimm prosent av kostnaðinum fyri gistingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

32 Leygardagur 01. februar 2025

USA: Meksikoflógvin eitur nú Amerikaflógvin

Eisini skal hægsta fjallið í Norðuramerika hava gamla navnið, Mount McKinley, aftur, sigur amerikanska innlendismálaráðið

Týsdagin skrivaði Donald Trump undir løgskipan um navnaskiftið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært amerikanska innlendismálaráðnum verður Meksikoflógvin - flógvin millum Meksiko, Kuba og amerikansku suðurstrondina  - nú nevnd Amerikaflógvin.

Undanfarna týsdag skrivaði nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump undir løgskipan um at broyta navnið á flógvanum og hægsta fjallinum í Norðuramerika, og fríggjadagin í síðstu viku boðaði innlendismálaráðið frá navnabroytingunum.

Fjallið, sum er 6,1 kilometrar høgt og liggur í statinum Alaska, sum seinastu árini hevur havt navnið Denali, eitur nú Mount McKinley eftir 25. amerikanska forsetanum, William McKinley.

Upprunafólkið í økinum gav fjallinum navnið Denali, sum merkir "tann høgi". Fjallið hevur síðani havt onnur nøvn, men í 1896 fekk tað navnið McKinley eftir William McKinley, sum tá stillaði upp til amerikanska forsetavalið fyri republikanararnar. Árið eftir varð hann valdur til forseta, og hann var forseti, til hann varð skotin í 1901.

Í statinum Alaska hevur fjallið alment havt navnið Denali síðan 1975, og í 2015 broytti umsitingin hjá Barack Obama formliga navnið til Denali. Grundgevingin fyri hetta var m.a., at McKinley ongantíð hevði verið á fjallinum, og at hann heldur einki søguligt tilknýti hevði til fjallið ella Alaska.

Tað var í desember, at Trump boðaði frá, at hann ætlaði at geva fjallinum gamla navnið aftur, og hetta endurtók hann í innsetanarrøðu sínari 20. januar.

Avgerðin um at geva fjallinum gamla navnið aftur, er "ein týðandi viðurkenning av arvinum hjá McKinley forseta," skrivar amerikanska innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.

Sambært NBC News fer økið kring fjallið at varðveita navnið Denali National Park and Preserve.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2025

33 Leygardagur 01. februar 2025

Uppreistrarleiðari virkandi forseti í Sýria

Stýriskipanin verður fyribils sett úr gildi, og tjóðartingið verður sent til hús

Ahmad al-Sharaa, virkandi forseti í Sýria (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sýriski uppreistrarleiðarinleiðarin, Ahmed al-Sharaa, er útnevndur til virkandi forseta í landinum, boða sýriskir statsmiðlar frá.

Eisini verður tjóðartingið og herurin hjá Assad-stjórnini send til hús, og landsins stýriskipan verður fyribils sett úr gildi.

Nýggi forsetin fær til uppgávu at skipa eitt "skiftisráð", inntil ein varandi stýriskipan er gjørd fyri Sýria, skrivar Ritzau.

Ahmed al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS), sum spældi ein stóran leiklut í uppreistrinum móti Assad-stýrinum, sum í desember fór í søguna, eftir at uppreistrarbólkar tóku høvuðsstaðin Damaskus, og fyrrverandi forsetin, Bashar al-Assad mátti flýggja av landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

34 Leygardagur 01. februar 2025

Sól yvirhálar kol

Fyri fyrstu ferð nakrantíð  hevur sólorka lagt kolaorku aftur um seg í streymframleiðsluni í ES

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað hendi í fjør, tá sólorka yvirhálaði kolaorkuna á evropeiska el-marknaðinum. Sól stóð fyri 11 prosentum av streyminum framleiddur í ES, meðan kol stóð fyri 10 prosentum. Sambært hagtølum frá tankasmiðjuni Ember, er sólorka nú tann orkan, sum økist skjótast í ES.

Saman við vindorku á landi er sólorka nú millum bíligastu loysnirnar til at framleiða streym. Eisini vatnorkan í ES veksur, og saman við sól og vindi, stóð varandi orkan fyri næstan helminginum av streymframleiðsluni í 2024. 

Sambært Ember er økta nýtslan av sól og vindi í elframleiðsluni við til at spara ES fyri stórar upphæddir. Danmark er tað landið í ES, sum hevur mest av sól- og vindorku í elskipanini. Vindur og sól stóðu fyri 69 prosentum av elframleiðsluni í Danmark í 2024. Hetta er væl hægri enn meðal fyri ES, sum er uppi á 28,5 prosentum. 

[object Object]

Eftirspurningurin eftir streymi í Danmark hækkaði við 7 prosentum í Danmark og við 1 prosenti í ES. Danmark hevur spart 6,7 milliardir krónur seinastu fimm árini við at sleppa undan at brúka olju og gass. Sambært Green Power í Danmark er tað sólin, sum stendur fyri økingini í suðurevropa, meðan vindurin ger munin í norðurevropa. Vindmyllurnar geva meira enn sólkyknurnar.

Hóast hepnu gongdina við sól og vindi, so er enn langt á mál skilst á Ember. Stór øki so sum tungur flutningur, ídnaður og upphiting av bygningum dúva framvegis uppá kol, olju og gass. Og til hesi er neyðugt at finna elektriskar loysnir sigur Marie Münster professari sambært donskum miðlum. 

Hóast tað gongur rætta vegin við at leggja um frá fossilum brennievnum til varandi orkukeldur í Danmark og ES, so gongur tað kortini ov seint sambært eini frágreiðing frá tankasmiðjuni Ember, sum vísir á, at seinasta danska havvindútbjóðingin miseydnaðist fullkomiliga, tí eingin beyð uppá loyvini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

35 Leygardagur 01. februar 2025

Danskur banki steðgar lánum til kolvetni

Størsti bankin í Danmark, Danske Bank, hevur gjørt av ikki at veita lán til olju- og gassframleiðslu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir eftir atfinningar frá bæði partaeigarum og kundum, sum í longri tíð hava mótmælt, at bankin heldur fram við at veita lán til kolvetnisvirksemi, sum er í stríð við París-sáttmálan skriva danskir miðlar. Tað hendir um somu tíð sum oljuvirksemið í eitt nú USA brádliga hevur fingið grønt ljós frá nýggja amerikanska forsetanum.

Stjórin fyri burðardyggari fígging í Den Danske Bank, Samy Slotte, sigur sambært DR, at avgerðin byggir á, at bankin ikki ynskir at vera bundin at oljufeløgunum í nógv ár fram í tíðina, og tí bankin kennir samfelagsábyrgd. Bankin verður eftir øllum at døma ein av teimum størstu peningastovnunum í heiminum, sum livir upp til kravið frá altjóða orku- og veðurlagsstovnum um, at vit skulu gevast at útbyggja nýggjar olju- kol- og gassleiðir. Avgerðin hjá Danske Bank, skilst, fevnir  tó í fyrstu atløgu bara um útbyggingar av oljuleiðum og ikki um nýggja leiting.

Øðrvísi er við næststørsta bankanum í Danmark, Nordea, sum heldur fram við at lata lán til kolvetnisvirksemi. Felagið sigur, at orsøkin til, at tað heldur fram við at fíggja oljuvirksemi, er broytta geopolitiska støðan í Evropa og tørvurin á at hava eina støðuga orkuframleiðslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2025

36 Leygardagur 01. februar 2025

Noreg fremsta landið at leggja um til elbilar

Hóast Noreg er kent fyri sítt stóra olju- og gassvirksemi, so er landið tað fyrsta í heiminum, sum er komið væl áleiðis at leggja um til burðadygga ferðslu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Noreg verður mett sum landið, ið gongur á odda, tá tað ræður um burðardyggan bilaflutning. Undir yvirskriftum sum “Norway is set to become the first country to fully transition to electric vehicles”, verður grøna orkuskiftið í Noregi hálovað av teimum, sum vilja seta ferð á orkuskiftið í flutnings- og ferðsluliðnum. Hetta skrivar amerikanski fjølmiðilin CNBC.

Sølan av elbilum í Noregi vaks úr 1 prosenti í 2010 til 88,9 prosent í fjør. Henda gongdin heldur fram í nýggja árinum, har 96 prosent av bilasøluni eru elriknir bilar. Við hesum hava norsku lógarsmiðirnir rokkið sínum máli, sum teir settu longu í 2017 - at norska bilaparkin skuldi vera elrikin heldur enn dúva uppá bensin og diesel skrivar CNBC.

Stjórin í norska elbilafelagsskapinum, Norwegian EV Association, Christina Bu, sigur við CNBC, at tey rokna við, at samlaða sølan av elbilum í Noregi í 2025 fer at liggja millum 95 og 100 prosent.

- Hetta er eitt søguligt vegamót, sum vit fara at hátíðarhalda 13. februar, sigur hon og leggur aftrat, at í eini tíð har amerikanski forsetin vendir altjóða veðurlagssáttmálum bakið, er neyðugt at hátíðarhalda tað góða úrslitið, sum Noreg hevur rokkið. Hon vísir á, at Trump hevur eisini tikið aftur málið hjá undanmanni sínum í Hvítu Húsunum, Joe Biden, at helvtin av øllum seldum bilum í USA skal vera elbilar innan 2030. 

Norski flutningsráðharrin, Cecilie Knibe Kroglund, sigur við CNBC, at ein høvuðsorsøkin til, at tað hevur gingið so væl við at fáa fólk at keypa elbilar er tann, at tað frá almennari síðu hevur verið roynt at stuðla upp undir gongdina, heldur enn at seta bann fyri sølu av bensin- og dieselbilum. Í ES hava tey tvørturímóti kravt við lóg at banna søluni av bensin- og dieselbilum frá 2035.

Ein av orsøkunum til gongdina í Noregi er eisini tann, at tað almenna hevur tikið stig til at seta upp løgistøðir nærhendis, har fólk búgva, soleiðis at bilaeigarar kunnu løða bilin við hús. Norski ráðharrin sigur, at flutningur er ein sera týðandi partur av málinum um burðardygd og vónar hon, at tað fer at eydnast Norra eisini at fáa ta tungu ferðsluna at skifta til el. Eitt nú ætlar Noreg, at allir býarbussar í 2025 skulu vera elriknir. Miðjað verður móti, at 75 prosent av heilt tungu ferðsluni  skal vera elrikin innan 2030. Enn ein orsøk til vaksandi talið av elbilum í Norra er lági streymprísurin sammett við onnur lond. 

[object Object]

Hóast sølan av nýggjum bilum var nær við 100 prosent elriknir bilar í fjør, so koyra framvegis nógvir bilar á norsku vegunum við bensini ella diesel. Tøl vísa, at av samlaðu bilaparkini í øllum Noregi í dag eru 28 prosent elriknir. Í høvuðsstaðnum Oslo er talið 40 prosent. 

- Tað er ikki tí vit eru meira grøn enn onnur, men politikkurin hevur verið at fáa okkum at koyra við elbilum, og tað hevur givið úrslit sigur ein bilaeigari við CNBC.

Samanbera vit við onnur lond eitt nú USA, so var sølan av elbilum har í fjør 8,1 prosent. Í 2023 var sølan 7,8 prosent. Í Bretlandi var sølan 20 prosent í 2024. 

Niðurlendski búskaparfrøðingurin Rico Luman frá Dutch bank sigur við CNBC, at Noreg er ein fyrimynd fyri onnur lond og vísir, at tað ber til at skifta til elbilar. Hann vísir so eisini á, at Norra sum eitt av heimsins ríkastu londum hevur betri møguleikar enn onnur lond at stuðla uppundir skiftið. 

Júst øvugtu gongdina síggja vit  í Týskalandi, har stjórnin tók av stuðul til elbilaaskiftið vegna vánaliga búskapin. 

Harald Nils Røstvik, professari við lærda háskúlan í Stavanger, sigur við amerikonsku sjónvarpsrásina, at hann roknar ikki við, at Noreg fer at slaka upp á elektrifiseringina av bilparkini.

- Fyrimunirnir við elbilum mótveigs dieselbilum eru so nógvir, at tað er náttúrligt at fara henda vegin. Tað er fíggjarliga meira skilagott, tað er reinari og tú skal ikki skifta oljufiltur heldur. Og ikki minst sleppur tú undan larminum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

37 Leygardagur 01. februar 2025

Oljuútbygging við markið skot fyri bógvin

Hægstirættur í Skotlandi  hevur tikið avgerð um, at útbygging av oljukelduni Rosebank eystan fyri Føroyar er ólóglig. Greenpeace fegnast, meðan Equinor tekur væl ímóti dóminum. Útbyggingin kann halda fram men søkjast skal av nýggjum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um størstu olju- og gasskelduna á bretska landgrunninum, sum í løtuni verður útbygd við norska Equinor sum fyristøðufelag. Bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til útbygging av Rosebank leiðini í 2023 og hevur síðani verið arbeitt fram móti fyrstu framleiðsluni í 2026/27. Keldan liggur tætt við føroyska markið.

Síðani eru Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir farnir í rættin við loyvinum, sum tey siga er latið ólógliga. Víst verður á, at Equinor hevur ikki tikið við í sínum umhvørvismetingum og avleiðingum útlátið frá sjálvari nýtsluni av oljuni og gassinum hjá brúkaranum (nevnt Scope3), men bara frá sjálvari framleiðsluni.

[object Object]

Hetta hevur Hægstirættur í Skotlandi nú tikið til eftirtektar, og hevur givið Equinor, sum er fyristøðufelag, boð um at søkja av nýggjum, fyri at kunna fara undir framleiðslu. Tó ger dómarin í málinum, Lord Ericht greitt, útbyggingin av kelduni kann halda fram, til Equinor hevur útvegað sær neyðugu vitanina, sum kann vera grundarlagið undir eini nýggjari umsókn.

Dómurin fevnir bæði um Rosebank og um Jackdaw útbyggingina eystan fyri Aberdeen, sum Shell stendur fyri. 

[object Object]

Greenpeace tekur dómin sum ein stórsigur í arbeiðinum at steðga framtíðar útbyggingum av olju- og  gasskeldum. Equinor hinvegin sigur, at dómurin hevur við sær, at felagið fer at senda inn nýggja umsókn, men útbyggingin heldur kortini fram sum higartil, meðan arbeitt verður við nýggjari umsókn, sum livir upp til umhvørvistreytirnar.  

Hetta fer ikki at seinka verkætlanina, men tað fer at geva meira arbeiði og fer at krevja størri samstarv við myndugleikarnar sigur umboð fyri Equinor. 

Í rættarúrskurðinum sigur Hægstirættur í Skotlandi, at táverandi bretska stjórnin gjørdi ikki sítt heimaarbeiði nóg gott, tá hon í september 2023 gav loyvi til útbyggingina. Hon átti eisini at kravt av Equinor, tá tað sendi inn sína umhvørvisætlan fyri verkætlanina, at tikið við útlát frá sjálvari nýtsluni av kolvetninum og ikki bara frá sjálvari framleiðsluni. Men hóast umsóknin, sum  er játtað, er ógyldug, sambært rættinum, so hevur hann kortini ikki lagt forboð móti víðari útbygging. Og hetta er nakað, sum Equinor leggur stóran dent á skrivar norski netmiðilin E24.

[object Object]

Enn ein stór oljuleið, Cambo liggur tætt við føroyska markið. Fyristøðufelagið Ithaca arbeiðir í løtuni við uppskoti til eina útbygging. Hvørja avleiðing nýggi dómurin fer at fáa fyri hesa er óvist. 

- Vit ynskja dóminum vælkomnum og fegnast um úrslitið, sum loyvir okkum at halda fram við arbeiðinum við Rosebank verkætlanini, meðan vit bíða eftir nýggjum loyvi sigur pressutalsmaðurin hjá Equinor, Ola Morten Aanestad. Hann vísir á, at Equinor fer at arbeiða tætt saman við eftirlitsmyndugleikunum og stovninum fyri orkutrygd og netto null útláti (DESNZ) fyri at koma víðari við Rosebank verkætlanini. 

Tað hevur leingi verið stór mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum móti Rosebank, og eftir at táverandi konservativa stjórnin gav grønt ljós til útbyggingina, fóru umhvørvisfelagsskapir í rættin. Og tað úrslitið fyriliggur so nú.

Annars hevur Equinor sagt greitt, at Rosebank hevur týdning fyri búskaparliga vøksturin í Bretlandi, og at eitt bann móti útbyggingini hevði havt við sær, at túsundatals fólk høvdu mist arbeiðið. Roknað verður við at Rosebank fer at geva arbeiði til umleið 2.000 fólk. 

Saksøkjararnir søgdu í rættinum, at Rosebank fór at standa fyri 200 milliónum tonsum í útláti, tað sama sum 27 av heimsins fátækastu londunum standa fyri árliga. Umboð fyri Greenpeace sigur, at dómurin fer at fáa avleiðingar eisini fyri líknandi verkætlanir í Noregi. Hann vísir eisini á, at partnarin hjá Equinor í Rosebank, Ithaca Energy, er dótturfelag hjá tí ísraelska orkufelagnum Delek, sum er á listanum hjá ST yvir feløg, sum arbeiða í økjum á Vestara Áarbakka. 

Keldur: Energy Voice, BBC og E24


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

38 Leygardagur 01. februar 2025

Hesi kunnu gerast ársins ítróttanavn fyri 2024

OL-rógvarnir, Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Johansen, eru í uppskoti saman við hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum

Tað er nú alment, at  ítrottaNAVNIÐ fyri 2024 verður annar av krútsterku føroysku rógvarunum, sum vóru til OL í París, ella A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti. Talan er um ein heiður, sum millum annað ítróttamiðlar hava havt atkvøðurætt til (Mynd: isf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í kvøld verður stóri ÍtróttaFAGNAÐURIN hjá ÍSF, sum fagnar føroyskum avrikum innan ítrótt í serliga 2024.

Nógvir heiðrar eru, og ítrottaNAVNIÐ er ein av teimum stóru.

Tað er nú alment, at  ítrottaNAVNIÐ fyri 2024 verður annar av krútsterku føroysku rógvarunum, sum vóru til OL í Paris, ella A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti.

Hondbóltskvinnurnar gjørdu eisini hol í sjógvin í 2024 og eru í uppskoti sum lið. Nógvar spæla nú á høgum stigi í Danmark, og EM-endaspælið í Basel var ein varði. Tað var manslandsliðið í hondbólti, sum vann heiðurin sum Ársins ÍítrottaNAVN fyri 2023.

Sverri Sandberg Nielsen hevur áður verið kosin ársins ítróttanavn. Hetta var fyri 2019, tá miðvingurin hevði tryggjað sær pláss til OL í Tokyo. Sverri hevur nú tvær ferðir verið til olympiskar leikir - í báðum førum er hann endaður í topp-átta.

Sára Maria Johansen úr Froðba var í fjør partur av danska kvinnuáttaranum, sum púra óvæntað róði seg til OL. Ungi rógvarin er nú í uppskoti til stóra heiðurin.

Talan er um ein heiður, sum millum annað ítróttamiðlar hava havt atkvøðurætt til
Les grundgevingar fyri tilnevningunum niðanfyri:

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

A-landsliðið hjá kvinnum, hondbóltur
28. novembur til 15. desembur luttók føroyska A-landsliðið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í einum endaspæli. 

Føroyar spældu í bólki D í Basel í Sveis, og úrslitini vóru sera góð. Eitt tepurt tap móti Sveis, síðani javnt móti Kroatia og taptu at enda móti Danmark, sum rakk finaluni.

Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum, og samanlagt nr. 17 av 24 londum, sum m.a. hevur við sær, at Føroyar vóru styrkimettar í ovara lagnum undan lutakastinum til HM play off dystirnar í apríl 2025. Tað ger møguleikan at spæla seg til HM endaspælið í 2025 munandi betri.

Støðugt fleiri kvinnur spæla hondbólt á høgum støði uttanlands. Sjey teirra, sum vóru við til EM, spæla yrkis- ella sáttmálahóndbólt í fremstu donsku deildini, sum er millum sterkastu deildirnar í heiminum.

Áhugin fyri kvinnunum er sera stórur. Flest allir føroyingar fylgja við í sjónvarpinum og miðlunum, tá ið kvinnurnar spæla, og omanfyri 400 føroyingar vóru til dystirnar og settu stóran dám á.

Kvinnurnar hava víst, at tær standa onki aftanfyri mennirnar – og tær hava prógvað, at eisini gentur og kvinnur eiga at droyma um at røkka tindunum í síni ítróttargrein og í samfelagnum annars.

[object Object]

Sára Maria Johansen, kappróður
Sára Maria Johansen er ein kappróðrarkvinna, ið er framfýsin, hevur áræði og sum í ár hevur rokkið stórum ítróttarligum málum. Hon er ein fyrimynd, tí hon hevur víst, at tað er gjørligt, at seta sær stór mál og gera tey til veruleika.

Sára Maria hevur í ár kappast á ovastu kappróðrartindum: Í bestu kappingunum í inniróðri, har persónlig met vórðu rokkin, og í scullara, har hon varð partur av søguligari manning.

Danir kláraðu í ár – fyri fyrstu ferð – at kvalifisera ein bát í 8+ bátaklassanum til OL – og Sára Maria var við.

Hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið luttekur til eitt OL, síðani Katrin Olsen luttók í double scullara til OL í 2008.

Í 2024 umboðaði hon eisini føroyska landsliðið til bæði EM og HM í inniróðri í trupla opna aldursbólkinum 23-39 ár. Á 2000 metrum róði Sára Maria seg til eitt 11. pláss í HM og til eitt 9. pláss í EM. Á 500 metra sprinti vann hon silvur bæði í EM og HM, - og setti persónligt met á báðum teinum.

Hon hevur víst okkum øllum – serliga gentum og ungum kvinnum – hvussu langt tað ber til at koma við kappróðrinum, hava vit áræði, úthaldni og vilja av stáli.

[object Object]

Sverri Nielsen, kappróður
Sum ungur tók Sverri avgerð um at fylgja sínum dreymi og arbeiða móti at gerast ein av heimsins fremstu rógvarum. Tað hevur ikki verði nakar dansur á rósum at náa hesum máli, men hevur kravt sera harða og miðvísa venjing og stóra mentala barlast.

Sverri hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg í einmansscullara úti í heimi, og navn hansara er sligið fast innan altjóða róðrarheimin. Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerkir - eitt nú silvur til HM í 2019 og gull til EM í 2020.

Hann er ein av fáu føroyingunum, sum hevur kempað seg til heiðurin at luttaka í OL – bæði í Tokyo í 2021- har hann gjørdist nr 4 - og í Paris 2024, tá hann endaði nr 8 samanlagt við somu tíð, sum vinnarin í B-finaluni.
Sverri er ein fyrimynd fyri øll ítróttafólk í Føroyum, og hann hevur prógvað, at tað við áræði og miðvísari venjing er møguligt at røkka nærum óhugsandi málum og kappast móti heimsins ítróttaelitu.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll í kvøld og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Aðrar tilnevningar:

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024

ÍtróttaVENJARIN 2024


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

39 Leygardagur 01. februar 2025

Føroyskur liðleiðari skal nú royna seg uttanlands

Sylvan Jakobsen hevur í nógv ár verið týdningarmikil partur av barndómsfelagnum. Nú er 37-ára gamli klaksvíkingurin settur í starv hjá norska stórfelagnum Molde

Sylvan Jakobsen eftir KÍ-sigurin á Häcken í 2. umfari í Champions League. Nú skulu liðleiðarin og táverandi Häcken-venjarin arbeiða saman í Molde (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit hoyra javnan um spælarar, sum fara útum landoddarnar at royna eitt fótbóltsævintýr.

Tað er ógvuliga sjáldan, at fólk uttan fyri hvítu linjurnar taka fetið, men seinastu árini hava vit sæð bæði Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara, og Elisabet Vang - bæði farin úr Kí til fyrst Fredrikstad í Noregi og síðani AIK í Svøríki.

Nú fer ein annar persónur úr KÍ-maskinrúminum avstað. Talan er um 37-ára gamlan klaksvíking, sum í nógv ár hevur verið ógvuliga týðandi partur av felagnum.

Sylvan Jakobsen byrjaði sum ungur at hjálpa pápanum, Thom Jakobsen, sum er ein liðleiðaralegenda í KÍ og í Klaksvík. Seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgd sum liðleiðari hjá KÍ - síðani Evropaævintýrið hjá KÍ varð longt tíðliga á heysti 2023 hevur Sylvan verið í fulltíðarstarvi.

Tað er eisini eitt fulltíðarstarv, sum Sylvan Jakobsen nú fer í. Norðlýsið skrivar, at liðleiðarin, sum er sera høgt í metum í KÍ, skiftir til norska stórfelagið Molde. Har hevur hann hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála sum ’’kitman" - liðleiðara við nógvum ymiskum praktiskum uppgávum.

Í 2023 vóru Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad venjarar í KÍ, og tað er síðstnevndi, sum nú aftur er venjari hjá næstbesta liðnum hjá Molde, sum hevur fingið Sylvan yvir.

- Daniel Berg Hestad ringdi og spurdi, um eg var áhugaður at koma til Molde. Soleiðis kom tað í lag, sigur Sylvan Jakobsen við Norðlýsið úr Molde, har hann hevur verið síðstu dagarnar.

[object Object]
Sylvan Jakobsen og Magne Hoseth undan bólkaspælsdysti á Tórsvølli í november 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið verður Aker leikvøllurin heimavøllur hjá klaksvíkinginum næstu árini. Har var KÍ, við Sylvani sum liðleiðara, ógvuliga nær við at spæla seg í play-off umfari í Champions League í august 2023. Eftir 2-1 á Tórsvølli í fyrra dystinum, stóð 1-0 til Molde á máltalvuni eftir 90 minuttir í seinna dystinum. Heimaliðið vann eftir longda leiktíð.

Í umfarinum áðrenn tað sló KÍ svenska meistaraliðið BK Häcken út eftir brotsparkskapping. Tá var norðmaðurin Per-Mathias Høgmo høvuðsvenjari. Nú stendur Høgmo á odda fyri Molde BK, og skal Sylvan Jakobsen harvið arbeiða saman við millum annað honum.

Molde skal í februar spæla play-off dystir móti írska Shamrock um at koma víðari til 1/8-finalurnar í Conference League.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

40 Leygardagur 01. februar 2025

Geza kunngjørdur í Grimsby

Liðið í fjórðbestu ensku deildini hevur keypt 23-ára gamla miðvallaran frá føroyameistarunum. Víkingur missir harvið lyklaleikara - Geza Turi hevur skrivað undir sáttmála fyri tvey og eitt hálvt ár í spennandi nýggja felagnum

(Mynd: Grimsby Town FC)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í desember kom endaliga váttanin um, at Geza David Turi er danskur ríkisborgari og harvið kann spæla landsdystir fyri Føroyar.

Tað er óvæntað, um 23-ára gamli gøtumaðurin við ungarskum rótum ikki fær sínar fyrstu landsliðsminuttir síðst í mars. Geza gevur verið profilur hjá Víkingi og í Betrideildini seinastu fýra árini, har hann millum annað hevur verið ársins ungi spælari einaferð (2021) og umráðandi partur av steypagulli (2022) og FM-heitið (2024) 

Áhugi hevur verið úr fleiri londum, og Geza hevur partvíst bíðað eftir, at passið var uppá pláss.

[object Object]
Geza David Turi fegnast um, at hann endaliga á pappírinum er føroyingur og kann umboða føroyska landsliðið

Í november nevndi Geza David Turi fyri Portalinum, at Ongland og ein lægri deild har var ein møguleiki. Grimsby Town, sum hevur havt umboð í Føroyum fyri at hyggja eftir Geza, helt fast í áhuganum, og so var ikki ósannlíkt, at eitt skifti kom í lag í vetur.

Tað er tað, nú tríggir dagar vóru eftir av flytingarvindeyganum í Onglandi, og Grimsby kundi í gjárkvøldið kunngera sín nýggjasta spælara.

Sum aðrir miðlar hava skrivað, so kom ein avtala í lag millum Víking og Grimsby Town fyri fleiri 100.000 krónur síðsta vikuskifti.

Hósdagin kom Geza til Grimsby, har tað seinasta kom uppá pláss. Tekniskt gávaði miðvallarin hevur sambært heimasíðuni hjá felagnum, skrivað undir sáttmála til og við summarið 2027 við felagið, sum er á 10. plássi í fjórðbestu ensku deildini.

League Two er sum heild ein sterk deild og helst eisini ein góður sýnisgluggi víðari. Julian Johnsson spældi kappingarárið 2001-2002 á sama stigi - við Hull City. Gunnar Nielsen hevur nakrar minuttir í Premier League og var, umframt Manchester City-tíðina, við í hópinum hjá Blackburn.

Annars er tað óvanligt, at føroyingar spæla vaksnamannafótbólt í Onglandi. Jóan Símun Edmundsson (Newcastle), Andrias Edmundsson (Sunderland) og Ingi Højsted (Arsenal og Brimingham) eru tó spælarar, sum hava spælt eykaliðsfótbólt í fótbólts móðurlandinum, umframt at fyrstnevndi spældi eitt stutt skifti í Gateshead, ið spældi eina deild lægri enn Grimsby er nú.

Har skal Geza David Turi næstu tíðina menna seg víðari. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at hann er ikki tøkur til dystin móti Bromley í dag. Seinastu pappírini á hesum økinum skulu koma uppá pláss, og so kann fyrsti dysturin hjá Geza í Onglandi ístaðin koma á heimavølli um átta dagar móti Carlisle.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

41 Leygardagur 01. februar 2025

HB hevur avloysaran hjá Teiti uppá pláss

Reinis Reinholds er yvir tveir metrar høgur. 27-ára gamli lettiski málverjin hevur royndir úr lægri italsku deildunum

(Mynd: RSmedia/HB)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Annan dagin á rað hevur HB kunngjørt ein spælara úr Lettlandi. Mánadagin var talan um 24-ára gamla miðverjan Klāvs Kramēns - týsdagin var talan um 27-ára gamlan málverja.

Í mun til landsmannin, hevur Reinis Reinholds í stóran mun spælt uttanlands sum vaksnamannaspælari.

Sambært Transfermarket fór hann úr akademinum hjá FK Ventsplis, sum áður hevur vunnið á HB í Europea League, í 2024. Síðani hevur Reinholds spælt fyri fleiri italsk feløg, flestu dystir fyri Racing Roma í triðbestu deildini (Serie C).

Seinni hevði Reinis Reinholds stutt uppihald sum leigusveinur á Kýpros, og so hevur hann eisini 6 dystir í næstbestu og bestu deildini í Lettlandi frá 2021 á sínum CV.

Nýggi HB-málverjin hevur havt tíðarskeið uttan felag og tíðarskeið við skaðum/uttan at spælt fótbólt. Seinasta stóra árið hevur 2,02 metra høgi málverjin tó spælt aftur í lægru deildunum í Italia.

Tað er helst gjøgnum italska venjaratoymið hjá HB, at sambandið er komið. Nú er Reinis Reinholds komin í Gundadal, hann hevur undirskrivað sáttmálan, og verður hetta helst nýggi fyrstimálverji hjá HB.

Rasmus Nilsson og ungir Pætur Róason Jacobsen eru hinir málverjarnir hjá HB.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

42 Leygardagur 01. februar 2025

HB gjørt sáttmála við lettiskan miðverja

24-ára gamli Klavs Kremens hevur spælt samanlagt 126 dystir í bestu deildunum í Litava og Lettlandi

Kremens verður í stóran mun eitt slag av avloysara fyri Samuel Chukwudi (Mynd: HB / RS Media)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB hevur síðstu vikurnar mist millum annað Teit Matras Gestsson (givin) Áka Samuelsen (seldur til Noregs) og Samuel Johansen Ckuwudi.

Síðstnevndi er seldur til lið í bestu finsku deildina. Nú hevur HB fingið ein alvoysara til miðverjuplássið.

Hann kemur úr fremstu deildini í heimlandinum Lettlandi. 24-ára gamli Klavs Kramens spældi eisini við Sudava í bestu deildini í Litava fyri kortum og hevur samanlagt 126 dystir í bestu deildunum í Litava og Lettlandi.

Hetta eru deildir, sum í miðal eru nakað oman fyri Betrideildini; har fleiri yrkisfeløg eru, og størri peningaupphæddir eru í spæl.

Í fjør sló Víkingur Liepaja úr Lettlandi út úr Conference League, meðan B36 fór úr kappingini eftir tap fyri FK Auda, sum eisini er lettiskt felag.

[object Object](Mynd: HB / RS Media)

Kremens hevur áður verið úttikin til U21-landsliðið hjá Lettlandi. Hann er 192 sentimetrar høgur. 

HB hevur í vetur fingið fatur á Áka Johannesen úr B68, og við hesum nýggja útlendska verjuspælaranum burdi verjuketan sjálv verið uppá pláss.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

43 Leygardagur 01. februar 2025

Heini Sørensen aftur í HB

Evnaríki 21-ára gamli miðvallarin skiftir úr danska Thisted, og harvið skal Heini Fossdalsá Sørensen á fyrsta sinni spæla vaksnamannafótbólt í Føroyum. Partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála

Heini Fossdalsá Sørensen fór sum blaðungur til FC Midtjylland, og hevði fleiri góð ár í einum av allarfremstu akademiiunum í Skandinavia. U21-landsliðsspælarin skal nú fáa fleiri royndir úr vaksnamannafótbólti (Mynd: RSmedia/HB)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hanus Sørensen, Áki Samuelsen og Samuel Johansen Ckukwudi eru í vetur farnir útum landoddarnar aftur at royna seg. Nú fer ein annar ungur og evnaríkur spælari við uppvøkstri í fyrst og fremst HB hinvegin - aftur til HB.

Heini Fossdalsá Sørensen fór sum blaðungur til FC Midtjylland og hevði fleiri góð ár í einum av allarfremstu akademiiunum í Skandinavia, og spældi hoyvíkingurin millum annað dystir í UEFA Youth League.

Eftir at sáttmálin við FC Midtjylland gekk út á sumri 2023, skifti Heini Sørensen til Thisted FC. Sambært Transfermarket spældi tekniskt dugnaligi miðvallarin samanlagt 33 dystir og skoraði tvey mál fyri norðurjútska felagið, sum hann var við at halda uppi í triðbestu donsku deildini í 2023/2024.

Heini hevur spælt á øllum føroysku U-landsliðunum; millum annað tólv fyri U21-landsliðið, sum hann framvegis hevur aldur til at umboða.

Seinastu tíðina hevur Heini vant við HB og eisini spælt í venjingardysti, og nú legst hann endaliga aftur at hópinum hjá Adolfo Sormani.

Tað er sannlíkt, at Heini Fossdalsá Sørensen kann fáa stóran leiklut á miðvøllinum fyri barndómsfelagið í 2025, har hann fær fleiri royndir í vaksnamannafótbólti.

Partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála, hevur Portalurin fingið upplýst.

[object Object]Heini Fossdalsá Sørensen aftur har tað byrjaði hjá honum í fótbóltshøpi: Í reyðum og svørtum og í Gundadali. Tað er als ikki óhugsandi, at hann fer at seta kósina útum landoddarnar aftur (Mynd: RSmedia/HB)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

44 Leygardagur 01. februar 2025

Bogi Reinert Petersen til B36

Fuglfirðingurin skal hetta kappingarárið spæla í hvítum

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fuglfirðingurin Bogi Reinert Petersen hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri 2025.

Hann er serliga ætlaður sum miðverji, men kann eisini røkja onnur pláss á vøllinum.

Bogi Reinert Petersen verður 32 ár í februar. Hann hevur fyrr spælt fyri HB, ÍF, Víking og EB/Streym. Í fjør var hann aftur í barndómsfelagnum ÍF.

Nógvar broytingar eru framdar í spælarahópinum hjá B36 í vetur. Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, heldur, at samansetingin er nú góð við sunnari kapping um plássini.

- Bogi er ein støðufastur spælari við nógvum og drúgvum royndum, og við hansara eginleikum er góð javnvág í hópinum. Hann legst afturat einum hópi við nógvum ungum og spennandi spælarum, har meginparturin er uppaldur í felagnum, umframt nakrar royndar spælarar í góðum fótbóltsárum. Grundarlagið er gott, og spælararnir eru ágrýtnir, sigur Jákup Martin Joensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

45 Leygardagur 01. februar 2025

Andrass Johansen til Fremad Amager

23-ára gamli havnarmaðurin hevur gjørt sáttmála við oddaliðið í triðbestu donsku deildini

Andrass á Sundby Idrætspark har hann hevur vant seinastu mánaðirnar (Mynd: Fremad Amager)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein føroyingur afturat fer at royna fótbóltseydnuna uttan fyri landoddarnar. Sum vit skrivaðu um í november, so hevur Andrass Johansen eftir kappingarenda í Føroyum, vant við Fremad Amager, og nú er sáttmáli komin burturúr.

- Eg havi fyrst og fremst valt Framad Amager, tí eg haldi, at tað er eitt stað, har eg allatíðina verði royndur, kann betra meg og náa eitt hægri støði. Eg havi eisini fingið eina góða fatan av felagnum, spælarunum og teimum kring felagið - og sjálvandi teimum góðu áskoðarunum, sum stuðla felagnum.

Soleiðis sigur 23-ára gamli havnarmaðurin við heimasíðuna hjá Fremad Amager.

Siðbundna felagið í danska høvuðsstaðarøkinum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum ofta seinastu árini. Heini Vatnsdal og Bárður Hansen eru millum teir føroyingarnar, sum hava umboðað Fremad Amager.

Í løtuni liggur Fremad Amager fremst í triðbestu donsku deildini, og harvið til uppflyting.

Andrass hevur verið lyklaspælari hjá barndómsfelagnum B36 seinastu árini - skaðar hava tó darvað nakað, og serliga í 2024. Hann flutti til Danmarkar áðrenn árslok og gjørdi greitt, at hann ikki fór at spæla í Føroyum framhaldandi.

Síðsti í 2022 og fyrst í 2023 vandi Andrass Johansen við bæði B93 og Hillerød. Har kom tó ikki sáttmáli burturúr - nú skal maðurin við seks A-landsdystum royna at fáa fótin fyri seg í donskum fótbólti.

[object Object]Andrass Johansen í landstysti móti Albania í juni 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

46 Leygardagur 01. februar 2025

Stórsteypadystirnir fyrst í mars

Árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í fótbólti verða spældir á Tórsvølli fyrst í mars, og ágóðin fer – saman við tí frá dystunum hjá hondbóltinum – til Alzheimerfelagið

Stórsteypadysturin hjá kvinnum er aftur í ár millum NSÍ og KÍ, og hjá monnum møtast Víkingur og HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fótbóltskappingin hjá monnum byrjar annað vikuskifti í mars, og hjá kvinnum eitt mikukvøld tríggjar vikur inn í mars mánað, men áðrenn hesar dystir skulu stórsteypadystirnir spælast.

Har møtast liðini, ið stóðu seg best undanfarna kappingarár, og eru dystirnir í ár soleiðis, at leygardagin 1. mars klokkan 17 spæla mansliðini hjá Víkingi og HB, sum vunnu ávikavist lands- og steypakappingina, og sunnudagin 2. mars klokkan 15 spæla kvinnuliðini hjá NSÍ og KÍ, sum ávikavist eru greipuvinnarar og silvurvinnarar í landskappingini.

Umframt, at hesir dystir kunnu geva eina ábending um, hvussu frægastu liðini árið fyri eru fyri nú, hava dystirnir eisini til endamáls at útvega pengar eitt vælgerandi endamál. Tí eru hesir dystir eisini samstarv millum Lions og Fótbóltssambandið.

Seinnu árini hevur skipanin enntá verið tann, at upphæddin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti verður løgd saman, so talan kann vera um eina størri og munabetri upphædd, ið verður latin.

Hesaferð verður tað Alzheimerfelagið, ið fær ágóðan frá dystunum. Hetta er eitt felag fyri tey, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi, og felagið skopar fyri bæði samrøðubólkum, demenslinju, veitir fylgjarakort og útvegar teknið ‟Ein hjálpandi hond”.

Tilsamans liva eini 900 fólk í Føroyum við demensi, og av teimum eru um 30 fólk undir 67 ára aldur. Øll hesi, ið eru rakt av demensi, hava eisini avvarðandi, og tað talið verður mett at vera yvir 2.000 tilsamans.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2025

47 Leygardagur 01. februar 2025

Dani høvuðsungdómsvenjari hjá B71

33-ára gamli Nichlas Zepelin Hjertstedt kemur úr Hillerød. Hann byrjar í starvinum Inni í Dal í hesum mánaðinum

Nichlas Zepelin Hjertstedt saman við Karl Vidtfeldt (Mynd: B71)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vetur hevur ein tilgongd verið í gongd at seta við ein nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Nichlas Zepelin Hjertstedt er 33 ára gamal og úr Danmark. Hann hevur UEFA A venjaraútbúgving, og hevur millum annað havt ábyrgdina av ungdómsliðum hjá Hillerød, har hann starvaðist fulla tíð.

Nú er hann so settur á uppgávuna at venja og samskipa barna- og ungdómsarbeiðið hjá B71.

[object Object]Nichlas Hjertstedt

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

48 Leygardagur 01. februar 2025

Zoran heldur fram í Hoyvík

FC Hoyvík hevði á fyrsta sinni lið í bestu kvinnudeildini í 2024. Serbin heldur fram sum venjari, og fær Vernar Restorff Olsen afturat um hjálparvenjara

Vernar Restorff Olsen og Zoran Vujovic - venjaratoymi hjá Betri kvinnum í Hoyvík (Mynd: FC Hoyvík)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann kom til Føroya í seinnu hálvu 2019 sum spælari hjá B68. Á summri 2020 skifti Zoran Vujovic til 07 Vestur, har hann spældi nakað, áðrenn hann gjørdist venjari.

Serbin tók síðsta vetur við sum venjari hjá FC Hoyvík-kvinnunum, sum fyri fyrstu ferð skuldu royna seg í Betrideildini.

Liðið endaði aftast við samanlagt átta stigum í grundspælinum og niðara endaspælinum.

Í ár roynir FC Hoyvík aftur, og tað verður eisini við Zoran Vujovic sum venjara, boðar felagið frá.

Aftur at 38-ára gama serbanum verður Vernar Restorff Olsen sum hjálparvenjari. Umframt hetta skal ungi venjarin, sum hevur verið spælari í felagnum, vera høvuðsvenjari hjá U16 gentum.

[object Object]FC Hoyvík-liðið eftir fyrsta sigurin hjá liðnum í fremstu røð: Við Stóra móti TB/FCS/Royn (Mynd: FC Hoyvík) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

49 Leygardagur 01. februar 2025

U17- og U19-genturnar hava stórar uppgávur í summar

Føroyar eru við í báðum EM-endaspølunum á gentusíðuni, sum verða spæld í Montenegro. Lutakastini hava nú verið - hjá U17 eita mótsstøðuliðini Niðurlond, Ísland og Sveis. Hjá U19 vera tað Týskland, Rumenia og Spania

Føroyar vóru til U17 EM seinast. Tá vóru tað spælarar, sum nú eru í U19-aldursbólkunum, ið umboðaðu Føroyar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastini til U17- og U19 EM-endaspølini í hondbólti hjá kvinnum vóru týsdagin. Føroyar vóru í fjórða og niðasta styrkisbólki til báðar kappingarnar, og fáa tí ógvuliga truplar uppgávur til báðar kappingarnar í Montenegro

U17-landsliðið kom í bólk C saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis, meðan U19-landsliðið kom í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania.

EM-lutakastini:

EHF EURO – U17 kvinnur
Podgorica, Montenegro, 30. juli til10. august 2025
Bólkur A: Danmark, Svøríki, Spania, Turkaland
Bólkur B: Týskland, Portugal, Norðurmakedonia, Slovakia
Bólkur C: Niðurlond, Ísland, Sveis, Føroyar
Bólkur D: Ungarn, Norway, Serbia, Slovenia
Bólkur E: Frakland, Montenegro, Kekkia, Litava
Bólkur F: Kroatia, Rumenia, Eysturríki, Pólland

EHF EURO – U19 kvinnur
Podgorica, Montenegro 9. til 20. juli 2025
Bólkur A: Ungarn, Kekkia, Norðurmakedonia, Pólland
Bólkur B: Danmark, Montenegro, Ísland, Litava
Bólkur C: Serbia, Svøríki, Sveis, Finnland
Bólkur D: Týskland, Rumenia, Spania, Føroyar
Bólkur E: Frakland, Noreg, Portugal, Slovenia
Bólkur F: Kroatia, Niðurlond, Eysturríki, Turkaland

Hondbóltssambandið skrivar tó, at á papírinum er helst talan um eitt hampuligt lutakast hjá U17; tó at Sveis helst var sterkasta liðið í potti 3.

- Sveis vann European Open í 2024, har Føroyar gjørdust nr. 19. Ísland gjørdist nr. 8 og Niðurlond nr. 9. Føroyar taptu tá 18-12 fyri Íslandi og 32-24 fyri Niðurlondum.

Føroyar vóru til U17 EM seinast. Tá vóru tað spælarar, sum nú eru í U19-aldursbólkunum, ið umboðaðu Føroyar.

U19-kvinnurnar komu í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania. Harav er Spania lægst styrkismetta av mótstøðuliðnum, men taptu Føroyar við tjúgu málum fyri Spania fyri tveimum árum síðani.

- Týskland vann bronsu, tá hesin árgangurin spældi U17 EM-endaspæl í 2023, meðan Rumenia gjørdist nummar 11. Spania spældi tá EHF Championship (b-kapping), har Føroyar eisini luttóku. Tá vann Spania 38-18.

Nummar 1 og 2 koma víðari úr hvørjum bólki at spæla um plássini 1-12 í kappingini, meðan nummar 3 og 4 skulu spæla um plássini 13-24.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

50 Leygardagur 01. februar 2025

Hesi liðini eru víðari í Champions League

Átta lið eru beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar - millum hesi Arsenal, Aston Villa, Liverpool og Barcelona. Manchester City og PSG komu uppum linjuna og skulu spæla í play-off í februar

Morgan Rogers (hattrikk) og Ollie Watkins skoraðu málini, tá Aston Villa vann 4-2 á Celtic hóskvøldið. Hetta sendi Birmingham-felagið í topp-átta (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta umfar í fyrsta Champions League-deildarspælinum var á skránni í hesi vikuni.

Nú er komið endaliga uppá pláss, hvørji átta lið við fullari vissu skulu spæla áttandapartsfinalur, og hvørji 16 skulu spæla í play-off umfarinum í februar um hini átta plássini í 1/8-finalunum.

Beinleiðis víðari til áttandapartsfinalur:
Liverpool, Barcelona, Arsenal, Inter Milan, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lille og Aston Villa

Hesi skulu spæla play-off
Atalanta, Borussia Dortmund, Real Madrid, Bayern München, AC Milan, PSV Eindhovern, PSG, SL Benfica
AS Monaco, Stade Brest, Feyenoord, Juventus, Celtic, Manchester City, Sporting CP (Lissabon), Club Brügge og Dinamo Zagreb

[object Object]
Mynd: uefa.com

Stórfeløgini PSG og Manchester City vórðu trýst til at vinna hóskvøldið, og tað gjørdu tey eisini. City kom annars afturum á heimavølli móti Club Brügge beint fyri hálvleik og var harvið á veg út. Eftir 62 minuttir var tó 2-1, og liðið hjá Guardiola vann 3-1. Ousmane Dembelé skoraði hattrikk fyri PSG í Stuttgart, har tað endaði 1-4.

Tað er merkisvert, at millum annað Aston Villa er millum tey fremstu átta. Tað er Lille, ið KÍ fekk stig ímóti í Conference League á Tórsvølli, eisini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

51 Leygardagur 01. februar 2025

Landsliðsliðskiparin skiftir til norska oddaliðið

Pernille Brandenborg skal helst spæla Champions League næsta kappingarár. Venjarin hjá Storhamar skýrir hetta eina "supersignering"

Pernille skoraði tíggju mál í EM-dystinum móti Danmark. 27-ára gamli strikuspælarin hevur altíð spælt í Danmark, men flytir eftir summarsteðgin til Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon er fødd og uppvaksin í Danmark og hevur altíð spælt hondbólt. Sum vaksnamannaspælari hevur Pernille Brandenborg tikið fetið frá Gudme HK í triðbestu deildini til Vendsyssel, sum flestu árini hjá henni spældi í næstbestu deildini, men eisini flutti upp við Penille á liðnum, síðani víðari til Randers HK og eitt og eitt hálvt ár seinni til København Håndbold.

Har hevur føroyski landsliðsspælarin nú spælt í nøkur kappingarár. Talan er um regluliga spælitíð hjá einum liði, sum er í ovaru hálvu av Kvindeligaen. Men nú syngur tíðin í København Håndbold á síðsta vers, tí ein annar spennandi møguleiki er komin.

- Mín tíð í København Håndbold hevur verið ein ótrúlig ferð, har er havi ment meg sum spælari og menniskja. Tað er torført at siga farvæl, men eg havi eitt sterkt ynski um at royna meg í evropeiskum hondbólti, og havi eg fingið eitt tilboð, sum eg ikki kundi siga nei til.

Soleiðis sigur Pernille Brandenborg við kbhbold.dk. har Louise Svalastog, stjóri í felagnum, iðrar seg men samstundis fegnast spælarans vegna.

Strikuspælarin til Storhamar at royna seg

Innan evropeisku kappingarnar, sum Pernille ynskir at spæla í, er Champions League tann størsta. Har er Storhamar í løtuni eitt av teimum 16 liðunum, sum er við í bólkaspælinum.

Liðið úr Hamar í norska "Innlandet" er endað á 2. plássi í fremstu norsku deildini seinastu seks árini. Vipers Kristiansand hevur sitið á tí, men nú er stórfelagið farið á heysin. Harvið liggur Storhamar á odda í Rema 1000-deildini eftir tólv umfør, og skal eftir øllum at døma spæla í Champions League aftur eftir summarsteðgin.

Harvið er talan um eitt ógvuliga spennandi nýtt felag hjá Pernille Brandenborg, og venjarin hjá Storhamar, Kenneth Gabrielsen, stórfegnast um stirkuspælarin, sum skjótt flytir til Noregs, og kallar keypið fyri eina "supersignering".

Á storhamar.topphandball.no verður serliga avrikið móti Danmark í EM-endaspælinum, har Pernille gjørdist toppskjútt við 10 málum, nevnt. Harvið er eingin ivi um, at endaspælshondbóltur við Føroyum hevur verið ógvuliga gott høvi at vísa seg fram.

[object Object]
Pernille fegnast saman við liðfeløgunum eftir góða verjustøðu móti Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille er lyklaspælari í álopi og verju hjá Føroyum. 27-ára gamli stikuspælarin sigur, at tað ikki tók langa tíð at taka hesa avgerðina - umleið eina viku: Tað tyktiskt vera ein verulig professinalisma kring Champions League-felagið, og Pernille kundi ikki siga nei til Storhamar.

Pernille Brandeborg, sum í løtuni hevur steðg frá lesnaðinum til sálarfrøðing, spælir restina av kappingarárinum við København Håndbold, sum í løtuni liggur á 4. plássi í fremstu donsku deildini.

Í apríl skal hon spæla avgerandi HM play-off dystir móti Litava fyri Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025

52 Leygardagur 01. februar 2025

Danmark í fjórðu HM-finaluni á rað

Og hetta næstan uttan at sveitta. Portugal varð skúgvað til viks - munurin í Oslo varð heili 13 mál. Størsti HM-hálvfinalu sigur nakrantið, og sunnudagin klokkan 17 skulu danir verja sítt heitið móti Kroatia

Emil Nielsen og hinir høvdu aftur nógv at fegnast um í gjárkvøldið. Sjey av átta sigrum hjá Danmark í endaspælum hava verið við yvir 10 málum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hava verið ein rúgva av inntensum, spennandi og hádramatiskum dystum í HM-endaspælinum seinastu vikuna. Tað var millum annað tætt stríð í eina bólkinum í meginumfarinum í Kroatia. Bert eitt mál var á muni í trimum av teimum fýra fjórðingsfinalunum, og tað var rótut og áhugavert í Zagreb hóskvøldið, tá Kroatia koppaði Fraklandi og spældi seg í HM-finaluna.

Tað er eingin spenningur um úrslitið, tá Danmark spælir. Soleiðis hevur niðurlagið verið alt endaspælið, og í gjárkvøldið var einki undantak. Heili tólv mál vóru á muni, tá Danmark vann í fjórðingsfinaluni á Brasil, men væntað varð at Portugal kundi geva nakað meira mótstøðu.

Munurin eftir 60 minuttir fríggjakvøldið var tó heili 13 mál: Danmark vann 40-27 - einki lið hevur vunnið so stórt so í einari HM-hálvfinalu nakrantíð.

Portugal hekk annars væl við stóran part av 1. hálvleiki - serliga við góðum álopsspæli sum Martim Costa meistarliga stjórnaði. Nógv ferð var á, og júst í kontraspælinum og í fyrstu bylgju var Danmark fullkomiliga omaná í dystinum og "revsaði mótstøðuliðið hart".

[object Object]
Danska verjan hevði veruligar trupulleikar í fyrra hálvleiki - serliga við spælskiparanum Martim Costa

[object Object]Nikolaj Jacobsen var sanniliga ikki nøgdur við alt (Myndir: EPA)

Hetta var ein av orsøkunum til, at liðið hjá Nikolaj Jacobsen vann so greitt í hálvfinaluni í Oslo (Bærum). Málmanstvídystin vunnu danir eisini greitt. Portugal skoraði 16 ferðir fyri steðgin, men tíðliga í 2. hálvleiki byrjaði Emil Nielsen at taka pippið frá portugisum.

Verjan við Magnus Saugstrup á odda gav betri fyritreytir, og heimsins besti málverji fyri 2024 var aftur í hopla og gjørdist dagsins spælari.

[object Object]Emil Nielsen fegnast um enn eina av sínum bjargingum (Mynd: EPA)

[object Object]Mathias Gidsel hevði nøkur brend skot, men heimsins besti spælari seinastu árini var aftur ógvuliga umráðandi fyri Danmark (Myndir: EPA)

[object Object]Rasmus Lauge hevði átta skot og átta mál, og setti royndi bakspælarin danska spælið upp á frálíkan hátta (Myndir: EPA)

Danir fóru longur og longur burtur frá Portugal, sum 2. hálvleikur leið, og eingin ivi var um finaluplássið. Bakketan við Rasmus Lauge, Simon Pytlick og Mathias Gidsel spældi frálíkan hondbólt við øðiligari ferð og høgari góðsku. Danmark kundi eisini skora allastaðni frá - av vonginum vóru so at siga eingir trupulleikar, og málverjarnir hjá Portugal tóku ikki nógv.

Jóhan á Plógv Hansen var bert inni á høgra vongi til nøkur yvirtalsálop. Havnarmaðurin tók tó væl av eina skotmøguleikanum, sum hann kom til: Jóhan skoraði frekt til 5-2 tíðliga í dystinum, og kann føroyingurin sunnudagin gerast heimsmeistari fyri fjórðu ferð. 

Portugal hevði koppað Noreg, Svøríki, Spania og Týskland í hesari HM-kappingini, og hevur skrivað søgu við at koma so langt í einum endaspæli. Danmark varð tó ein alt ov stórur biti.

Nikolaj Jacobsen hevur nú havt 36 HM-endaspælsdystir sum landsliðsvenjari og framvegis ikki tapt. Sunnudagin klokkan 17 skal Danmark royna at skriva søgu við fjórða HM-gullinum á rað. Stríðið stendur við Kroatia, sum er í sínari fyrstu HM-finalu í 16 ár. Í 2008 spældi hesi londini EM-finalu móti hvørjum øðrum í júst Noreg.

HM-hálvfinalur:  

Fríggjadagin 31. januar
Danmark - Portugal 40-27 (20-16)

Hósdagin 30. januar
Frakland - Kroatia 28-31 (11-18)

Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
Kl. 14: Frakland - Portugal (Bronsudystur)

Kl. 17: Danmark - Kroatia

[object Object]Mynd: EPA

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2025

53 Leygardagur 01. februar 2025

Mjølnir vann á Fleyr í fimmsettara, men misti dýrabart stig

Í javnbrótaranum legði Fleyr seg á odda 3-0 og 4-1, men Mjølnir javnaði, og fór framum 11-6

 
SkrivaÐ:

Innsent

Polestar-deildin:
Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-16, 25-12, 21-25, 23-25, 15-10)

Eftir at Mjølnir hevði vundið burtur úr Fleyr tey bæði fyrstu settini, var lítið sum bendi á, at hesin dysturin skuldi gerast fimmsettari, men Fleyr kom afturíaftur og javnaði til 2-2, og fekk eisini betru byrjanina upp á javnbrótaran, men móti endanum var Mjølnir hvassari, og tók sigurin.

Finaluplássið kann Mjølnir tryggja sær í næsta dysti, sum er ímóti Ternuni, sum einans hevur vunnið eitt sett í ár. Men tað eina mista stigið móti Fleyr ger, at nú skal Mjølnir hava hjálp frá øðrum, skulu klaksvíkingar fáa heimavallarfyrimun í FM-finalunum.

Eftir at Fleyr hevði bart seg upp á 10-10, eftir at hava verið aftanfyri við fýra stigum í fyrsta setti, mest sum avgjørdi Mjølnir settið við at vinna næstu sjey stigini á rað og leggja seg á odda 17-10. Serliga blokkurin stóð væl hesa løtuna. Settið vann Mjølnir 25-16, og eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 7-2 í øðrum setti, sást hvønn veg tað bar, og eitt, tvey, trý, so hevði Mjølnir vunnið 25-12.

Fleyr fótaði sær tó í triðja setti og legði seg á odda 13-6 og 23-16, og eftir hetta nærkaðist Mjølnir ongantíð av álvara, og Fleyr vann 25-21.

Í fjórða setti gekk eitt sindur aftur og fram; stundum var Fleyr frammanfyri við tveimum, og stundum var Mjølnir framman fyri við tveimum. Mjølnir kom í góða støðu, tá Steffan Rosenlund gjørdi tað til 23-20 til Mjølnir, men Fleyr vann kortini tey næstu fimm stigini og settið 25-23, eftir at Mjølnir hevði havt trupulleikar við móttøkunum.

Í javnbrótaranum legði Fleyr seg á odda 3-0 og 4-1, men Mjølnir javnaði til 6-6 og fór framum 11-6. Fleyr bardi seg tó innaftur í settið og minkaði um munin niður í 10-11, men tað var tó til fánýtis, tí við fýra stigum á rað gjørdi Mjølnir bart og vann javnbrótaran 15-10.

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 30 stig
Mjølnir 27 stig
ÍF 17 stig
Fleuyr 16 stig
Ternan 0 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

54 Leygardagur 01. februar 2025

Flogbóltssambandið sett italskan venjara

40 ára gamli Ciro Zoratti hevur hægstu venjaraútbúgvingar og fleiri royndir úr heimlandinum, sum er millum fremstu flogbóltslondini í heiminum. Hann skal nú hava stóra ávirkan á føroyskan flogbólt

Ciro fer at arbeiða miðvíst við flogbóltsskúlanum - partvíst við samlingum sum áður - men eisini úti í feløgunum, umframt at hann fer undir eitt miðvíst arbeiði við A-landsliðsleikarunum hjá kvinnum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Flogbóltssamband Føroya hevur sett ein italskan venjara, sum hevur hægstu venjaraútbúgving umframt royndir úr heimlandinum, sum eru millum allarbestu flogbóltstjóðir í heiminum.

40 ára gamli Ciro Zoratti hevur hægstu venjaraútbúgvingar frá italska flogbóltssambandinum, CEV og FIVB. Umframt hetta hevur Ciro umfatandi royndir frá altjóða flogbólti á hægsta stigi og við menning av ungum leikarum.

- Ciro hevur verið venjari og ítróttastjóri í fleiri av bestu ungdómsfeløgunum í Italia, har hansara høvuðsuppgáva var at menna leikarar til italsku landsliðini. Í 2018 varð Ciro valdur til besta ungdómsvenjara í Italia.

Flogbóltssamband Føroya skrivar eisini, at nýggi venjarin áður hevur verið høvuðsvenjari fyri kvinnulið í næstbestu italsku deildini og hjálparvenjari í bestu italsku og fronsku deildini hjá kvinnum.

Skal stjórna kvinnulandsliðnum og menna ungdómsarbeiði

Harvið er talan um ein á pappírinum spennandi venjara við nógvum viðkomandi royndum, sum Flogbóltssambandið hevur fingið hendur á. 

Í tilgongdini í síðsta mánaða var ein annar venjari uppá tal - fyri Flogbóltssambandið var tað umráðandi, at nýggi venjarin skuldi skilja, hvat føroyskur flogbóltur og viðurskifti eru:

- Flogbóltssamband Føroya hevði eina setanartilgongd í desember 2024, sum endaði við, at tveir venjarar vóru bodnir til Føroyar til samrøður og til royndarvenjingar. Tað hevði týdning at síggja, hvussu hesir venjarar, sum vanliga arbeiða við bestu flogbóltsleikarunum í heiminum, tilpassaðu seg til føroysku viðurskiftini. Valið fall síðani á Ciro Zoratti.

Formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Petur Holm, fegnast um setanina, ið kann gerast eitt sera týðandi stig í víðari menningini.

- Fyri Flogbóltssamband Føroya hevur tað verið umráðandi at flyta landsliðsarbeiðið fyri U-landsliðini og eisini fyri A-landsliðini upp á hægri stig. At seta ein fulltíðarvenjara við royndum sum Ciro, er eitt stig á leiðini.

Zorati skal byggja og menna eina ætlan fyri U-landsliðni og menna leikaratilfeingi. Petur Holm, formaður í FBF, sigur, at Ciro fer at arbeiða miðvíst við flogbóltsskúlanum - partvíst við samlingum sum áður - men eisini úti í feløgunum, umframt at hann fer undir eitt miðvíst arbeiði við A-landsliðsleikarunum hjá kvinnum.

Stuðul frá FIVB, altjóða flogbóltssamgonguni, ger tað gjørligt hjá FBF at seta ein venjara sum Ciro í starv, staðfestir Flogbóltssabandið at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2025

55 Leygardagur 01. februar 2025

Jerrold Balagasay heimaftur við NM-heiðursmerki

Tríggir ungir kemparar hjá Hwarang Føroyar komu heim við heiðursmerkjum frá NM-kappingini í taekwondo í Oslo

Jerrold Balagasay við gullheiðursmerkinum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski taekwondo kemparin, Jerrold Balagasay frá felagnum Hwarang Føroyar, gjørdist um vikuskiftið norðurlenskur juniormeistari í sínum flokki, -45 kg Junior, til Nordic Taekwondo Championship 2025 í Oslo.

Jerrold kláraði seg sera væl í sínum dystum, og vann bæði á Noregi, Svøríki og Danmark.

Fýra føroyskir íðkarar vóru við til kappingina, og teir komu heimaftur við trimum heiðursmerkjum, gull, silvur og bronsu.

Stefan J. Mifsud vann seg í finaluna í -45 kg Kadet, men mátti lúta fyri lettiska meistaranum, ið hevði fingið loyvi at luttaka í kappingini. Stefan vann sostatt silvurheiðursmerki.

Jónar K. Poulsen luttók, hóast sín unga aldur, í -41 kg Kadet. Mótstøðan var hørð, og hevði nógvar royndir, men Jónar kempaði væl, og vann bronsuheiðursmerki.

Artur Helgason Højgaard luttók í - 63 kg Junior. Artur møtti einum royndum kempara í fyrsta umfari, og kom ikki víðari.

Allir fýra íðkararnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa, og tískil var hesin túrur sera læruríkur og gevur trúgv uppá fleiri heiðursmerkir í framtíðini, skrivar Hwarang Føroyar í tíðindaskrivi.

Føroysku heiðursmerkini:

Jerrold Balagasay vann gull í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 45 kg Kadet
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2025

56 Leygardagur 01. februar 2025

Judo: Vunnu tvær bronsur í Íslandi

Fýra føroyskir judoíðkarar luttóku farna vikuskiftið í Reykjavík International Games

Frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fýra føroyskir judolíðkarar - Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríða Borgarlíð og Josefina Fjallsbak - luttóku farna leygardag í RIG – Reykjavík International Games, og tað gekk væl hjá teimum.

Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sítt bronsuheiðursmerki, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll fýra hava fingið nógv positivt burtur úr kappingini, skrivar Judo Føroyar í tíðindaskrivi.

RIG er eitt afturvendandi tiltak. Farna vikuskiftið varð kappingin hildin fyri 13. ferð, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.

Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu, skrivar Judo Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2025

57 Leygardagur 01. februar 2025

Vágamenn dragna

Føroyameistarnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig afturum Havnina

 
SkrivaÐ:

Innsent

Havnarmenn styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi farna vikuskiftið, tá sjøtil varð settur á seinnu leikhálvu. 

Føroyameistararnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig aftur um Havnina. 

Telvað var í øllum deildum sunnudagin.

Í 1. deild høvdu liðini úr somu feløgum sínar seinnu innanhýsis dystir. Stórur munur er á A- og B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, í Klaksvíkar Talvfelag er munurin minni.

Sandavágsmenn mistu í kappingini við Havnar Telvingarfelag. Óvæntað eydnaðist ungu manningini hjá uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag at fáa hálvtannað stig í Vágum. Tað bøtir ikki um støðuna hjá sandavágsmonnum, at Rógvi Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania, so sjáldan er tøkur til dystirnar í Føroyum.

Tað kemur tí væl við, at vágamenn í tí 19 ára gamla Jón í Horni Nielsen tykjast hava nýggjan stórtelvara á veg. Men ein strika í rokningini mundi tað vera, at fleirfaldi føroyameistarin, Torkil Nielsen, á øðrum sinni í vetur mátti dvína fyri unglinginum Markusi Jacobsen, ið situr á fjórða borði hjá kollfirðingum. 

Sum heild má sigast, at unga kollafjarðarmanningin - uttan Hans Kristian Simonsen, ið bara sæst til hissini einstaklingakappingar - hevur staðið seg óføra væl, og nú hevur tikið seg av niðurflytingarplássinum.

1. deild (6 umfar)

Havnin A. - Havnin B. 4-0
Helgi Dam Ziska - Elias Petersen 1-0
Luitjen Akselsson Apol - Heiðrikur Jacobsen 1-0
Carl Eli Samuelsen - Øssur Joensen 1-0
Herluf Hansen - Jóannes Guttesen 1-0

Sandavágur - Kollafjørður 2½-1½
Høgni Egilstoft Nielsen - Árant Djurhuus 1-0
Silas Eyðsteinsson - Rógvi Mørkøre ½-½
Jón í Horni Nielsen - Karl M. Dahl 1-0
Torkil Nielsen - Markus Jacobsen 0-1

Klaksvík A. - Klaksvík B. 2½-1½
Ólavur Simonsen - Haldur S. Johansen 1-0
Rani Baldursson - Steintór Rasmussen 1-0
Heðin Gregersen - Ingolf Gaard ½-½
Terji Petersen - Tummas M.Sólsker 0-1

Støðan 1. deild
Havnin 19½ stig
Sandavágur 17
Klaksvík 14
Klaksvík B. 8
Kollafjørður 7½
Havnin B. 6

Telvað verður aftur sunnudagin 9 februar. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari fyri. Landskappingin í talvi endar 22. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2025

58 Leygardagur 01. februar 2025

Bridge: Liðið hjá Byggitilfar vann grundspælið

Farna vikuskiftið vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali

 
SkrivaÐ:

Innsent

Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu farna vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 7:
Ace Beo – Suðuroyar Bridgefelag, 9,45-10,55
Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup, 18,63-1,37
Jassarnir – Byggitilfar, 0,00-20,00
Jet Jam – Símun Lassaberg, 2,94-17,06
Hallur Ellingsgaard – Rútar 7, 8,41-11,59

Umfar 8:
Suðuroyar Bridgefelag – Rútar 7, 0,83-19,17
Símun Lassaberg – Hallur Ellingsgaard, 18,23-1,77
Byggitilfar – Jet Jam, 19,65-0,35
Henriette Svenstrup – Jassarnir, 12,07-7,93
Aco Beo – Jóannes Mouritsen, 0,00-20,00

Umfar 9:
Jóannes Mouritsen – Suðuroyar Bridgefelag, 13,81-6,19
Jassarnir – Ace Beo, 19,86-0,14
Jet Jam – Henriette Svenstrup, 9,18-10,82
Hallur Ellingsgaard – Byggitilfar, 0,00-20,00
Rútar 7 – Símun Lassaberg, 15,11-4,89

Endaliga støðan eftir tey níggju umførini í grundspælinum gjørdist hendan:
1. Byggitilfar 161,16 stig
2. Jóannes Mouritsen 140,39 stig
3. Símun Lassaberg 121,66 stig
4. Rútar 7 108,22 stig
5. Jassarnir 76,67 stig
6. Suðuroyar Bridgefelag 73,32 stig
7. Hallur Ellingsgaard 64,59 stig
8. Henriette Svenstrup 53,82 stig
9. Aco Beo 53,04 stig
10. Jet Jam 50,13 stig

Farið verður nú undir endaspælið, og greitt er, at A-bólkurin og B-bólkurin vera mannaðir við hesum liðum:

A-bólkurin: Byggitilfar, Jóannes Mouritsen, Símun Lassaberg og Rútar 7.

B-bólkurin: Jassarnir, Suðuroyar Bridgefelag, Hallur Ellingsgaard, Henriette Svenstrup, Ace Beo og Jet Jam.

Liðini fáa ein fjórðing av teimum stigum, ið hesi hava fingið í innanhýsis dystunum móti liðunum, sum koma í sama bólk, við sær til endaspælið.

Byrjunarstøðan í endaspælinum er sostatt hendan:

A-bólkurin
Byggitilfar 10,45 stig
Jóannes Mouritsen 9,27 stig
Rútar 7 5,19 stig
Símun Lassaberg 5,09 stig

B-bólkurin
Jassarnir 14,94 stig
Suðuroyar Bridgefelag 14,65 stig
Hallur Ellingsgaard 13,51 stig
Henriette Svenstrup 11,82 stig
Jet Jam 10,81 stig
Ace Beo 10,05 stig

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Fyrstu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Brid., og byrjað verður kl. 12. 

Komandi kapping á skránni hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri kvinnur, sum verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali komandi vikuskiftið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2025

59
Leygardagur 01. februar 2025

Eitt gott fólk – og treiskur sum eitt ross

30. januar fylti Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, 60 ár

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag seinastu 18 árini, fyllir 60 ár í dag
SkrivaÐ:

Nøvn / Vit á Bryggjubakka

Fittur, hjálpsamur og stuttligur, eitt gott fólk við hjartanum á røttum stað, sum tað ber illa til ikki at blíva góður við. Hetta eru lýsingar, sum ofta verða sagdar um Jan Højgaard, nesmannin, sum 30. januar fylti 60, og sum seinastu 18 árini hevur stjórnað Føroya Fiskimannafelag.

Áhaldandi, stríðsviljaður og treiskur sum rossið, kundi verðið lagt afturat. Tí tað er í fyrsta lagi hesum eginleikum fyri at takka, at hann nu er farin undir sítt sjeynda formansskeið sum formaður í Fiskimannafelagnum.

Hann tók øll á bóli, tá hann í 2007 vann stríðsvalið um formanssessin móti Óla Jacobsen, sum tá hevði verið formaður felagsins í samfull 36 ár, og Dan Reinert Petersen, sála.

Miðlarnir gjørdu nógv burtur úr stríðsvalinum, ið tá var, men tað tyktist, sum at tað bara vóru tveir kandidatar – Óli og Dan. Teir vóru raskir at skriva greinar, og tað vóru teir, sum vóru í fokus í miðlunum. Jan bleiv ikki eingongd boðin við í kjaksending, sum var, tá valdysturin leikaði uppá tað harðasta.

Men tá uppteljingin var liðug 31. januar í 2007, stóð Jan eftir sum tann greiði vinnarin. Hann fekk 604 atkvøður, og Dan og Óli fingu ávikavist 531 og 486 atkvøður.

Valsigurin kom óvart á tey flestu, men als ikki á Jan sjálvan. Aftaná hevur hann fleiri ferðir greitt frá, at hann nokkso tíðliga í valstríðnum visti, at hann fór at vinna. Tí, meðan hinir báðir kandidatarnir tóku sjómanstak í miðlunum, loddaði Jan dýpið har, ið valið skuldi gerast av, nevniliga millum fiskimenninar – limirnar í Fiskimannafelagnum, sum skuldu velja formannin.

Veturin 2006-2007, tá valstríðið leikaði á, gekk hann ótroyttiliga umborð á so nógv skip, sum til bar, at práta við fiskimenninar og lurta eftir, hvat teir vónaðu og væntaðu av einum nýggjum formanni.

Jan Højgaard fór til skips sum hálvvaksin og hevur mest siglt við línuskipum, so hann hevði eisini sjálvur ein góðan førning av vitan um batar, ið lógu á láni, og órættvísi, ið skuldi rættast.

Tað var eisini serliga millum línumenn, at hann væntaði sær undirtøku, og hann mundi vitja umborð á teimum flestu línuskipunum undir valstríðnum. Eftir valið vóru tó góðar ábendingar um, at hann hevði stuðul í øllum veiðibólkum.

Hann vann valið í 2007, og hann hevur vunnið øll formansvalini í Fiskimannafelagnum síðan. Her skal havast í huga, at talan hevur verið um stríðsval hvørja ferð uttan á valinum í vetur, tá ongin stillaði upp ímóti honum.

Valstrategiin hjá Jan Højgaard hevur verið tann sama øll valini. Strategiina lýsti hann stutt soleiðis í samrøðu við Sosialin dagin eftir uppteljingina í 2007:

“Eg gjørdi arbeiðið, har tað skuldi gerast, nevniliga umborð á skipunum og millum fiskimenninar, og tí væntaði eg, at eg fór at røkka langt og vinna á mál.”

Tað hevur kravt sítt at verða formaður í Fiskimannafelagnum seinastu 18 árini, tí stórar broytingar eru framdar í føroysku fiskivinnuni hesa tíðina – bæði í politisku stýringini og umsitingini av henni og eisini í sjálvum flotanum og rakstrinum av honum.

Frá fyrsta degi hava brotasjógvar skola inn yvir formannin, og onki skeið hevur verið uttan orrustur og stórmál at loysa.

Eisini í so máta hevur Jan Højgaard tikið fleiri á bóli. Hann hevur nevniliga ongantíð verið bangin fyri alment at fortelja, hvørji amboð Fiskimannafelagið hevur, um tað skuldi komið til skarpskeringar við reiðararnar – ella onkuntíð Løgting og landstýri – eitt nú, at tað bar til at leggja flotan, um línan stóð so fast í botni, at hon slitnaði. Tí vóru tað helst fleiri, ið væntaðu onkrar ógvusligar samanbrestir og kanska eisini nøkur verkføll í fiskivinnuni, eftir at hann hevði tikið við sum formaður.

Men hóast Jan Højgaard kann taka harðliga til orðanna, tá eitt nú miðlar spyrja um hansara hugsan, so vísti hann skjótt, at hann væl dugir diplomatisku snildirnar og kynstrið at samráða seg til bestu úrslitini. 

Verður sáttmálin ikki hildin, er hann tó knívskorin, so onkur mynstringarbann hevur Fiskimannafelagið lýst í hansara formanstíð. Umfatandi verkfall hevur tó ongantíð verið.

Eftir at hava stríðst á sjónum í nógv ár, serliga við línuskipum og útróðrarbátum, noyddi heilsan Jan Højgaard í land um aldamótið. Línufiskiskapur er strævin og slítandi, og var tað ikki minni tá fyri fjórðingsøld síðan. Eftir at frystilínuskipini meira ella minni hava tikið yvir, er fortjenastan tó blivin munandi betri, men tá fiskimannafelagsformaðurin baldist á sjónum var sera langt ímillum tær stóru avrokningarnar, og við nógvum línuskipum kundi vera langt ímillum, at manningarnar so frægt sum fóru upp um minstulønina.

Tá Jan Højgaard bjóðaði av um formanssessin í Fiskimannafelagnum, var hann annars uppilagstur og hevði umskúlað seg til at arbeiða á landi. Hann hevði uppstigað sínar grundleggjandi førleikar á Skúlanum við Áir, gingið á handilsskúla, og arbeiddi sum læraravikarur í Fuglafirði, tá hann stillaði upp.

Men einaferð fiskimaður, altíð fiskimaður, og Jan Højgaard var í parti við teimum veikastu í fiskivinnuni – teimum við tí strævnasta arbeiðslívinum, vánaligastu umstøðunum umborð og teimum ússaligastu inntøkunum.

Samhaldsfesti og ein brennandi hugur at bøta um livikorini hjá teimum, ið tørva tað mest, hevur verið og er drívmegin í virkinum hjá honum sum formaður í Fiskimannafelagnum. Tí er tað heldur ikki bara við reiðararnar, at hann hevur barst fyri betri sømdum og viðuskiftum. Løgting, landsstýri og umsitingin av ymiskum almennum skipanum fáa eisini javnan av grovfíluni. Serliga hevur Jan Højgaard funnist at vánaligu sømdunum, sum fiskimenn hava, gerast teir sjúkir og óarbeiðsførir, og stendur tað til hann, skulu fiskimenn og onnur sjófólk hava neyvt somu sømdir á øllum økjum sum alment sett starvsfólk.

Jan Højgaard hevur ongantíð dult, at hann sum blaðungur hugsaði lítið um at skapa sær eina lívsleið við stórari ábyrgd og at laða varðar eftir seg. Tá var tað tað verðsliga lívið, ið lokkaði mest, men hetta broyttist fullkomiliga tíðliga eftir aldaskiftið, tá hann bleiv andaliga vaktur og fór at sýna størri ábyrgd bæði fyri sær sjálvum og øðrum.

Tað er ikki bara millum fiskimenn, at álitið á Jan Højgaard er stórt. Sum felagsformaður hevur hann sæti í ymiskum nevndum og ráðum, men í 2020 bjóðaði hann seg eisini fram til ein sess, sum onki beinleiðis tilknýti hevur til sjólívið ella Føroya Fiskimannafelag. Tá stillaði hann nevniliga upp til kommunuvalið í Nes Kommunu og bleiv valdur. Hann gjørdi tó av ikki at stilla uppaftur, tá kommunuval aftur var í november í fjør.

Jan Højgaard er eisini familjumaður og øll, sum hava havt sína gongd í Fiskimannafelagnum, hava lagt til merkis hansara stóru umsorgan fyri konuni May og ikki minni dóttrini Mariu.

Til lukku við teim seksti árunum.

Vit á Bryggjubakka

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2025