Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 08. mars 2025 | Nr. 10 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Sissal sigraði í Herning

SíÐa 30

1 Leygardagur 08. mars 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Uagut kalaallit

Týsdagin fara grønlendingar á val at velja nýtt landsting, Inatsisartut.

Spenningurin er rættiliga stórur, ikki bara tí at rembingar eru í Grønlandi, toppskorarin hjá Siumut til seinastu fólkatingsvalini stillar upp fyri annan flokk, og nógv bendir á, at sjálvstýrisynskið í Grønlandi aldri hevur verið størri enn nú. Tí eru útlit til, at Rikisfelagsskapurin stendur fyri avbjóðingum í komandi tíðum.

Nøkur ‘óheppin’ mál í viðurskiftunum millum Danmark og Grønland hava verið frammi. Eitt nú sjónvarpssendingin í Danmarks Radio, sum hevði sett sær fyri at prógva hvussu nógv danski staturin hevði vunnið av peningi upp á kryolit-brotið í Ivittuut við Arsuk-fjørðinum.

Tað mest óhepna í hesum málinum var, at so stór ivamál vórðu sett um ovurstóru upphæddina, sum komið varð fram til, at sendingin varð tikin av skrá, tí útrokningin ikki var eftirfarandi.

DR kom eisini undir illgruna fyri óhóskandi íblanding í grønlendska valstríðið.

Óhóskandi innblanding má royndin hjá nývalda amerikanska forsetanum eisini sigast at vera.

So at siga allur heimurin uttan kongresslimirnir hjá republikanska flokkinum og veljarum teirra sótu sum kánus, tá forsetin í síni fyrstu røðu til fólkavaldu kongressina sunnudagin fór at hugleiða um hvussu ríkir grønlendingarnir fara at verða, um teir gera sum amerikanski forsetin helst vil, og innlima seg í Sameindu amerikansku Statirnar, USA.

Tað er neyvan hent fyrr, at ein av heimsins leiðarum í fullum álvara tosar um at yvirtaka ein annað land, ella part av øðrum landi. Í hesum føri um næstan 98 prosent av landaøkinum hjá danska kongsríkinum.

Heilt ófatiligt at ovastin í leiðandi Nato-landinum kann tosa soleiðis um eitt sameint land, sum hevur verið dyggur stuðul hjá USA síðan norðuratlantssamgongan varð stovnað fyri 76 árum síðani.

Ja, nærum ein krígsavbjóðing, so tað er einki at siga til, at danskir politikarar eru farnir í panikk, og nú ætla at seta landið í ovurstóra skuld fyri at keypa vápn fyri at verja seg, nú musketér eiðurin millum Natolondini er smildraður av einum stórlætisørum amerikanskum forseta.

“One way or another we’re gonna get it”, segði Trump við kongressina og meinti við Grønland. Hálva aðru viku áðrenn grønlendingar skulu velja nýtt Inatsisartut, kom hann við hesum lyfti til grønlendingar: “we will keep you safe.. we will make you rich... and together... we will take Greenland to heights like you have never tought possible before”.

Og fólkavaldu republikanararnir til høgru í kongresssalinum fagnaðu honum við lógvabrestum.

Hvørja ávirkan slíkar ófólkaligheitir fáa fyri grønlendska valið, kunnu vit ikki meta um. So vítt vit vita, er ongin politikari, sum hevur lovað veljarum sínum at arbeiða fyri grønlendskari innliman í USA fyri harvið at gera grønlendingar rík í amerikanskum dollarum. Neyvan er heldur nakar, sum tekur hesi lyfti í álvara.

Vit kunnu ikki annað enn taka undir við sitandi landsstýrisformanni, sum nærum hevur tosað fyri deyvum amerikanskum oyrum, tá hann hevur víst á, at tey hvørki eru ella vilja vera amerikanarar ella danir, tí tey eru grønlendingar – uagut kalaallit.

Gott val grønlendingar - toqqagassaq pitsaasoq kalaallit.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 732

    Lisnar síður: 3916

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 08. mars 2025

Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu í landsstýri

Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu vera nýggj landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi. Høgni Hoydal fer aftur í tingið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tjóðveldi ger broytingar í landsstýrinum.

Sirið Stenberg verður landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu verður landsstýrismaður við almanna- og mentamálum og Jóhan Christansen verður landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum.

Í kjalarvørrinum av at Dennis Holm fyri viku síðani fór úr sínum sessi í landsstýrinum, varð neyðugt at velja eitt nýtt landsstýrisfólk at umsita í fiskivinnu- og samferðslumál.

Aðalstjórn og landsstýris- og tingmanning hava í vikuni viðgjørt møguleikarnar, og eru samd um, at løtan er røtt at gera eina rokadu. Hetta merkir at Høgni Hoydal fer úr landsstýrinum. Tingbólkurin verður nú, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Annika Olsen, Dennis Holm og Liljan Weihe.

Jóhan Christiansen er 47 ára gamal og er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest, og bachelor í stjórnmálafrøði. Hann var borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020. Hann hevur stillað upp til Løgtingsvalið í 2015, 2019 og 2022.

Hann býr í Leirvík saman við konuni og eiga tey tvey børn. Jóhan er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

Eirikur í Jákupsstovu er 37 ára gamal og er tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann stillaði fyrstu ferð upp fyri flokkin í 2022, og kom inn á ting sum varamaður tá vit fóru í samgongu.

Hann er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiddi fyri flokkin áðrenn hann stillaði upp í løgtingsval. Hann býr í Klaksvík saman við konuni, og eiga tey trý børn. Eirikur í Jákupsstovu er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

3 Leygardagur 08. mars 2025

Suðuroyartunnilin: Linjuføringin verður ikki broytt

Og ferðslan í Sandoynni skal førast oman fyri sandsbygd eftir Traðarhamri í yvir 200 metra hædd

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongar skilagóðar grundgevingar frá fólki, sum talaðu ímóti ætlanini at leggja munnanar til komandi Suðuroyartunnilin í Sandvík í Suðuroy og Djúpadali í Sandoy, fingu ávirkan.

Tá uppskotið um Suðuroyartunnil í gjár varð lagt fyri løgtingið, var tað við somu linjuføring, sum tá løgmaður fyri tíð síðani legði fram ætlanina hjá landsstýrinum.

Eftir hamrinum í oman fyri 200 metra hædd

Hoyringstíðin og hoyringsfundir hava tó fingið eina ávísa ávirkan á verkætlanina.

Landsstýrið hevur slept ætlanini um at leiða ferðsluna úr Djúpadali og oman gjøgnum Sandsbygd.

[object Object]

Ístaðin verður ein vegur gjørdur eftir Traðarhamri eystan fyri Sandsbygd. Altso ferðslan úr einum undirsjóvartunnli verður leidd upp í 200 metra hædd yvir sjóvarmálan, fyri at leiða hana til næsta undirsjóvartunnil.

Tað er framvegis ætlanin, at núverandi farleiðin gjøgnum Sandslíð skal breiðkast, so at henda leiðin framyvir kann brúkast í teimum førum, har tað ikki er koyrandi eftir Traðarhamri.

- Tað mest skilagóða uppskotið

- Hetta er tað mest skilagóða uppskotið, tá hugsað verður um trygd, serliga hjá teimum, sum skulu bora tunnilin, og um kostnað, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá uppskotið varð lagt fyri fjølmiðlar í Tinganesi fyrrapartin.

Í Suðuroy verður hildið fast um at lata tunnilin koma upp í Sandvík, fyri síðan at leiða ferðsluna gjøgnum enn ein tunnil til Hvalbiar og gera ein veg vestan fyri Hvalbiarbygd, dygst fram við Heygsvatni og yvir móti Nesi og nýggja Hvalbiartunnlinum.

Sambært løgmanni var tað breið undirtøka í bygdaráðnum í Hvalba fyri hesi loysnini. Tað vóru nakrar atfinningar viðvíkjandi til- og frákoyringum og atgongd til hagapartar, sum, sambært løgmanni, eru gingnar á møti í uppskotinum, sum nú fyriliggur.

[object Object]

4,2 milliardir krónur

Kostnaðurin fyri komandi Suðuroyartunnilin er mettur til 4,2 milliardir, harav kostnaðurin fyri sjálvan undirsjóvartunnilin er umleið 3,5 milliardir, og restin er íbindingarvegir o.a., herundir nýggi tunnilin millum Sandvík og Hvalba og vegurin fram við Traðarhamri í Sandoynni.

Uppskotið, sum nú verður lagt fyri tingið er umfatandi. Talan er um at geva Pf. Suðuroyartunnlinum heimild til at fara undir projekteringina og síðan at bjóða arbeiðið út. Hetta verður væntandi einaferð í komandi ári.

Løgmaður leggur dent á, at hetta er bert fyrsta góðkenningin av verkætlanini. Tá verkætlanin hevur verið í útboði, og veruligi kostnaðurin av arbeiðinum er kendur, skal løgtingið enn einaferð viðgera málið fyri at geva sítt endaliga samtykki til at fara undir at bora tunnilin.

Trygdin fram um alt

Løgmaður dugir væl at skilja, at tað ikki kann tykjast skilagott at velja stytstu leið, fyri síðan at velja loysnir, bæði á Sandoynni og í Suðuroynni, sum ikki virka skilagóðar í mun til onnur uppskot, sum eru komin, og sum bera við sær at undirsjóvartunnilin verður nakað longri.

Men landsstýrið hevur valt at lurta eftir serfrøðini. Ikki bara Pf. Suðuroyartunnlinum, men eisini aðrari serfrøði, sum hevur havt uppskotið til ummælis. Verandi loysnir eru valdar við atliti til 1 atliti til trygdina hjá fólkunum, sum skulu byggja tunnilin, 2 atliti til trygdina hjá fólkunum, sum skulu brúka tunnilin og 3 kostnaðinum, so hann verður møguligur at gjøgnumførast.

[object Object]
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

4 Leygardagur 08. mars 2025

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Frá at vera 750 krónur fyri at hava fimm gramm, so hækkar tað upp í 2.500 krónur fyrstu ferð

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstigið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri.

Hesum boðar Føroya Politi frá í skrivi.

Mett varð at revsingin fyri at hava rúsevni uppi á sær hevur verið ov lin - so lítil at tað ikki ger veruligan mun.

Sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu hevur verið óbroytt í nógv ár og er ikki hækkað, tað sum er farið av hesi øldini. Sektin fyri at hava upp til 5 gram uppi á sær hevur verið 750 krónur.

- Føroya Politi hevur ta fatan, at eitt ov lágt sektarstøðið ongan fyribyrgjandi virknað hevur, og samstundis er tað ikki ein revsing sum kann merkjast. Harumframt er lága sektarstøðið ikki í samsvari við høgu revsingina, sum er fyri at selja hassj víðari.

Av hesari orsøk førdi kkæruvaldið fýra mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppiá sær til egna nýtslu generelt skal hækka.

Hesum tók Føroya Rættur undir við, og nú er revsingin yvir 100 prosent hægri.

- Vanliga revsingin fyri at hava upp til 5 gram av hassji uppiá sær til egna nýtslu er nú 2.500 kr. fyrstu ferð. Aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent. Millum 5-10 gram av hassji til egna nýtslu kostar nú 3.000 krónur fyrstu ferð, aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent, skrivar Føroya Politi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

5

Størv

Undirvísarar til Glasir komandi skúlaár

Meira Umsóknarfreist: 20. apríl 2025

Stjóri til Dugna

Meira Umsóknarfreist: 07. apríl 2025

Ert tú okkara nýggi søluvendi kundaráðgevi?

Meira Umsóknarfreist: 06. apríl 2025

Tíðaravmarkað starv sum Góðskuleiðari hjá Bakkafrost

Meira Umsóknarfreist: 06. apríl 2025

Norðurlandahúsið søkir eftir verkætlanarleiðara

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Starvsfólk til køkin í Krásadeildini

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Vónin við Norðskála søkir fólk

Meira Umsóknarfreist:

Roknskaparfólk til SEV

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2025

Vísindastørv í verkfrøði - náttúruvísindi

Meira Umsóknarfreist: 18. apríl 2025

Hitatænastufólk søkist

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2025

Vónin í Fuglafirði søkir lastbilførara

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 08. mars 2025

Pf. Hotel Hafnia 11 milliónir í avlopi í 2024

2,5 milliónir krónur betri enn í 2023

(Mynd: Hotel Hafnia)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

2024 gjørdist tað besta árið higartil hjá Pf. Hotel Hafnia. Ársúrslitið vaks í mun til 2023 við 2,5 milliónum krónum til 11 milliónir krrónur í 2024.

Tað er Pf. Smyril Line, sum eigur Pf. Hotel Hafnia, sum eigur gistingarhúsini Hotel Hafnia og Hotel Brandan umframt at reka Restaurant Katrina Christiansen.

Serliga síðani nýggja gistingarhúsið Hotel Brandan varð bygt í 2020 kunnu vit staðfesta, at vøkstur hevur verið í bruttovinninginum hvørt ár síðani korona árið í 2020.

Hóast vit ikki síggja samlaðu nettosøluna í roknskapinum er vøksturin í bruttovinninginum eitt góð ábending um at sølan hevur hilnast væl síðstu fýra árini.

[object Object]

Raksturin
Bruttovinningurin í 2024 var 73,3 milliónir krónur sammett við 69,8 milliónir í 2023. Talan var um ein vøkstur á 5 prosent.

Rakstraravlopið, eisini nevnt ebitda, var 28 milliónir krónur í 2024 í mun til 25,6 milliónir krónur. Vøksturin í rakstrarlønseminum var tí 9,3 prosent í 2024.

Nevnast kann, at starvsfólkakostnaðirnir í 2024 vóru 45,3 milliónir krónur og miðal starvsfólkatalið var 141.

Ársúrslitið eftir skatt var 11 milliónir í 2024 sammett við 8,5 milliónir krónur. Hetta svarar til ein vøkstur í ársúrslitinum upp á heili 29,3 prosent í 2024.

Fíggjarstøðan
Samlaða fíggjarstøðan hjá Pf. Hotel Hafnia í 2024 var 303 milliónir krónur.

Samlaðu støðisognir, sum eru hotelbygningar og útgerð, vóru uppgjørd samanlagt til 259,4 milliónir krónur í 2024.

Ognir í umferð í alt vóru 43,6 milliónir. Størstu postar vóru tøkur peningur á 36,8 og áogn av sølu á 4,8 milliónir krónur.

[object Object]

Undir samlaðu skyldunum sæst, at langfreistaða skuldin hjá Pf. Hotel Hafnia var 193,1 milliónir krónur sum er 11,8 milliónir lægri enn í 2023. 

Stuttfreistaða skuldin í 2024 var 22,2 milliónir krónur, sum er tað sama sum í 2023.

Eginpeningurin hjá Pf. Hotel Hafnia var við árslok 2024 íalt 75,6 milliónir. Trygdarevni, sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur í 2024, var 25 prosent samanborið við 21,5 prosent í 2023.

[object Object]

Gjaldførið hjá Pf. Hotel Hafnia í 2024 var gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreistaða skuld, var í 2024 staðfest at verða 196,8 prosent sammett við 159,4 prosent í 2023. 

Samanumtikið kunnu vit tí staðfesta, at Pf. Hotel Hafnia hevur havt eina góða rakstrargongd og eitt gott ársúrslit í 2024. Felagið er væl fyri fíggjarliga og hevur harumframt eitt nøktandi gjaldføri.

Pf. Hotel Hafnia er dótturfelag hjá Pf. Smyril Line.

Stóri í Pf. Hotel Hafnia er Pætur Trónd Thomsen og nevndarformaður er Tummas O. Justinussen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

7 Leygardagur 08. mars 2025

Bygma Balslev 17,6 milliónir í avlopi í 2024

Ársúrslitið er eitt vet minni enn árið fyri, men er framvegis gott

Sjúrður Olsen er stjóri í Balslev (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum hevði eitt gott úrslit í 2024, tó at úrslitið hevur verið betri bæði í 2022 og 2023. Bæði bruttovinningur og ársúrslit eru fallin nakað síðstu tvey árini.

Um talan er um eina minni sølu vegna minkandi virksemið í samfelagnum í 2024, ella um nógv økti tilfarðsprísurin eftir koronuárini í 2020-22, nú møguliga er minkaður nakað aftur, og sæst aftur í eini minkandi nettosølu, sigur roknskapurin og ársfrágreiðingin hjá Bygma Balslev tó einki um.

Pf. Bygma Balslev Timburhandil & Byggibúð heldur til við Vegin Langa í Hoyvík, umframt í Vági, har Bygma Balslev í 2022 keypti Vágs Timburhandil.

Raksturin
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin í 2024 var 66,2 milliónir krónur, sum er 2,8 milliónir minni enn í 2023, og sum er ein minking á 4 prosent.

[object Object]

Úrslitið eftir skatt í 2024 var eitt avlop á 17,6 milliónir krónur, sum var 3,7 milliónir lægri enn í 2023. Hetta svararaði til eitt minni ársúrslit í 2024 á 17,5 prosent í mun til árið fyri.

Fíggjarstøða
Fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev í 2024 var 189,9 milliónir krónur, sammett við 194,5 milliónir í 2024.

[object Object]

Størstu postarnir á ognarsíðuni í 2024 var støðisogn, bygningar og útgerð, sum var 84,9 milliónir krónur. Harnæst var vørugoymsla 51,7 milliónir og vøru og tænastu áogn var 42,1 milliónir krónur.

[object Object]

Bygma Balslev hevði í 2024 langfreistaða skuld upp á 23,3 milliónir og stuttfreistaða skuld upp á 28,2 milliónir krónur.

Eginpeningurin hjá Bygma Balslev við árslok 2024 var samanlagt 134,9 milliónir íroknað 15 milliónir í vinningsbýti.

Trygdarevni hjá Bygma Balslev var heili 71 prosent, sum vísir, at talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku.

Gjaldførið var eisini sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ognir í umferð í mun til stuttfreistaða skuld var 372 prosent í 2024 samanborið við 344 prosent í 2023.

Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap hjá Bygma Balslev fyri 2024. Í leiðslufrágreiðingini stendur eisini at leiðslan er nøgd við úrslitið.

Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S.

Aðalfundurin hevði í uppskotið 15 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Bygma Balslev upplýsir í roknskapinum, at samlað starvsfólkatalið í 2024 er 79.

Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

8 Leygardagur 08. mars 2025

Borg 6,4 milliónir í avlopi

Ársúrslitið var bara 100.000 krónur lægri enn árið fyri. Felagið byggir nýggjan og stóran timburhandil á Glyvrum

Til reisigildi í novembermánaði (Mynd: Eysturoyarportalurin)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

2024 rakstrarroknskapurin var at kallað meinlíkur við 2023 árið hjá Pf. Borg, tá talan er um bruttovinning og ársúrslit.

Ársúrslitið var bert 100.000 krónur lægri enn í 2023, sum tó serliga var orsakað av øktum fíggjarligum inntøkum.

Borg er næststørsti timburhandil og byggibúð í Føroyum, og hevur timburhandlar og byggibúðir í Runavík, Klaksvík og á Hálsi Havn. Í løtuni byggir Borg ein nýggjan og stóran timburhandil og byggibúð á nýggja havnaøkinum á Glyvrum.

Verandi bygningar við Fjøruvegin í Runavík eru seldir til SMS samtakið, har Bonus handil og Mylnan eftir størri umbygging skulu húsast framyvir.

[object Object]

Aftaná ein rímuliga stóran vøkstur hjá Pf. Borg í bruttovinningi og ársúrsliti fram til 2021 hevur eitt lítið fall verið í 2022 og 2023 og ein stagnatión sæst í bruttovinningi og ársúrslitið í 2024.

Ársfrásøgnin gevur onga beinleiðis frágreining um gongdina, uttan at leiðslan metir at ársúrslitið er nøktandi.

Raksturin 2024 
Roknskapurin hjá Pf. Borg vísir, at bruttovinningurin í 2024 var 50 milliónir krónur, sum eisini var bruttovinningurin í 2023.

Starvsfólkakostnaðirnir øktust úr 35,7 milliónum í 2024 til 36,9 milliónir krónur í 2024. Ein vøkstur á 3,4 prosent.

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 13,2 milliónir í 2024, samanborið við 14,3 milliónir krónur í 2023. Eitt fall á 7,7 prosent. 

Samlaðir fíggjarpostar vóru -957.000 krónur í 2024, sammett við -1.684.000 krónur í 2023. Tvs. at fíggjarpostar minkaðu við 727.000 krónum í 2024.

Ársúrslitið eftir skatt í 2024 gjørdist tí eitt avlop upp á 6,4 milliónir. samanborið við 6,5 milliónir krónur í 2023.

Fíggjarstøðan 2024
Fíggjarjavnin hjá Borg javnvigaði við 82,7 milliónum, sammett við 41,4 milliónir krónur í 2023. Ein sera stór øking, men hetta skyldast nýggja bygningin, sum er í gerð, og at verandi bygningur ikki er yvirtikin av nýggju eigarunum enn. Nýggi bygningurin er bókaður til 45,7 milliónir krónur við árslok 2024.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2024 eru støðisogn, samanlagt 74,1 milliónir krónur og ogn í umferð 102,3 milliónir, harav vørugoymsla í 2024 var 48,6 milliónir og áogn í alt 51,2 milliónir krónur.

Tøkur peningur við árslok 2024 var 2,4 milliónir krónur.

[object Object]

Undir skyldum felagsins sæst, at langfreistaða skuldin við árslok 2024 var 10,7 milliónir og stuttfreista skuld var 98,3 milliónir.

Eginpeningurin við árslok 2024 var 73,6 milliónir kr´nur og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 39,8 prosent.

Gjaldførið hjá Pf. Borg var rímiligt, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 104 prosent í 2024 samanborið við 215 prosent í 2023. Men hetta lyklatalið er nógv ávirkað av byggingini av nýggja bygninginum, sum í stóran mun er stutttíðar fíggjað. Væntandi verður gjaldførið betri tá ið bygnningurin er liðugt bygdur og langtíðarfíggjaður í ár.

[object Object]

Samanumtikið mugu vit staðfesta, at hóast ársúrslitið hjá Borg er rímiliga gott, er úrslitið á einum lægri støði enn í 2020, 2021 og 2022, sum vóru serliga góð ár hjá Borg.

Minkaði bruttovinningurin og ársúrslitið í 2022 og 2023 kunnu verða ábending um, at sølan ella skiftisavlop, sum er fjald í bruttovinninginum, eru minkað nakað síðstu árini. Tó er 2024 á sama støði sum í 2023.

Felagið Borg er væl fyri fíggjarliga við einum rímiliga stórum eginpeningi, gjaldføri er gott, tá havast skal í huga at bygdur verður ein nýggjur bygningur í løtuni, sum verður liðugur í seinni í ár.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2024 sett 1,5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Eigarin av Pf. Borg er Spf. Viljin, sum Rodmundur Nielsen eigur. 

Sambært roknskapinum hevði Pf. Borg við árslok 2024 í alt 80 fólk í starvi.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

9 Leygardagur 08. mars 2025

Suðuroyar Sparikassi 4,5 milliónir. krónur í avlopi

Væntandi ársúrslitið fyri 2025 er 4,5 milliónir krónur áðrenn skatt, sigur stjórin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Suðuroyar Sparikassi hevði 4,5 milliónir krónur í avlopi í 2024.

Tað er nakað minni enn í 2023, tá úrslitið eftir skatt var 6,1 milliónir krónur. Úrslitið í 2023 var í stóran mun merkt av kursvinningi, og úrslitið í 2024 var í stóran mun ávirkað av øktum útreisðlum í sambandi við KT og niðurskrivingum.

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa sigur í tíðindaskrivi, at tey eru væl nøgd við úrslitið í 2024.

– Í 2025 hava vit góðar vónir til realkreditt, og fyri flestu kundar er realkredittfígging tað besta lánið til bústaðarfígging. Væntaða ársúrslitið fyri 2025 er 4,5 mió. kr. áðrenn skatt, sigur hann.

Mánadagin 3. mars hevði Suðuroyar Sparikassi aðalfund, og Hans Petur Joensen og Jákup S. Olsen vórðu afturvaldir í nevndina. Suðuroyargrunnurin tilnevndi aftur Onnu Borg Dahl sum nevndarlim.

Ársroknskapurin 2024 í stuttum

  • Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,4 mió. kr. samanborið við 7,4 mió. kr. í 2023
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 9,4 mió. kr. samanborið við 10,8 mió. kr. í 2023.
  • Útlánini hækkaðu úr 599 mió. kr. í 2023 til 602 mió. kr. svarandi til eina hækking á 0,5 %.
  • Realkredittlánini hækkaðu við 7,0 %.
  • Innlánini hækkaðu úr 693 mió. kr. í 2023 til 758 mió. kr. svarandi til eina hækking á 9,4 %.
  • Solvensurin var 25,0 % og solvenstørvurin 10,7 %.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

10 Leygardagur 08. mars 2025

Semingsstovnurin noyðist upp í leikin

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava eftir 11 samráðingarfundir ásannað, at tey ikki finna eina loysn á sáttmálatrætuni í løtuni

Per Martin Gregersen, formaður í KAF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðsta mánaði fóru umboð fyri Heilsjuhjálparafelag Føroya av fundi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eftir bert 20 minuttum.

Hetta var eftir, at eitt sáttmálauppskot varð lagt fram fyri fakfelagið. Mary Antonsdóttir og hini vóru tó alt annað enn nøgd við tað.

[object Object]
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum (Mynd: Faroephoto)

Síðani hevur samband verið millum partarnar aftur, men eftir samanlagt ellivu samráðingarfundir hava partarnir staðfest, at teir koma ikki víðari við samráðingunum.

Tað, sum semja er um, er at senda boð eftir Semingsstovninum. Vónin er, at hetta skjótt kann fáa eina enda á drúgvu samráðingunum, sum byrjaðu nakað fyri nýggjár. 

Hetta er greitt, eftir at KAF mikudagin kunnaði um, at samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya eru slitnaðar

Verandi sáttmáli gekk út 1. oktober 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

11 Leygardagur 08. mars 2025

Føroya bestu vørumerki vórðu heiðrað

Fjord, Smyril Line og Bakkafrost gjørdust bestu vørumerki 2024

(Mynd: Lucas Frayssinet)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undanfarna fríggjadag vóru Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Hetta var gjørt í tiltaki við Tjarnir við fyrilestrum við føroyskum og útlendskum serfrøðingum innan branding og starvsfólkabranding, umframt kjak og innlit í framtíðar møguleikar hjá føroyskum vørumerkjum.

Fleiri enn 650 føroysk vøruverki vóru skotin upp av amenninginum og dómsnevndini. 15 tey bestu vóru eftir, og kappaðust í bólkunum "Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum", "Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum", og "Fyritøkumarknaður".

Vinnararnir í bólkunum gjørdust ávikavist Fjord, Smyril Line og Bakkafrost.

Føroya bestu vørumerki 2024 er fyriskipað av brandr Føroyar, sum er ein partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global.

Lucas Frayssinet tók myndirnar

Fleiri myndir her

[object Object]
Henny á Líknargøtu, Smyril Line, Petra Eliasdóttir Mikkelsen og Poul Andrias Jacobsen, Bakkafrost, og Suffía Nón, FJORD

[object Object]
Suffía Nón, FJORD

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

12 Leygardagur 08. mars 2025

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á nýskipanum

Búskaparráðið: BTÚ fer at vaksa 5 prosent 2025 og 5,7 prosent í 2026 í ársins prísum sambært nýggjastu meting

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2024 var vøksturin í BTÚ 3,0 prosent í ársins prísum, og tað er lægri enn undanfarnu tvey árini, tá ið inflatiónin var við til at toga vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp. Í 2025 og 2026 er tað hinvegin nøgdirnar av útflutningi, sum eru við til at toga vøksturin upp, tí hóast kvoturnar lækka innan bæði uppsjóvar- og botnfiskarí, væntast tøkan av laksi at vaksa so mikið nógv, at útflutningurin fer at toga búskaparvøksturin í ársins prísum upp í 2025 og 2026.

Harafturat gevur almenna nýtslan og privatu íløgurnar eitt positivt íkast til vøksturin í BTÚ hesi bæði árini. Hóast lutfalsliga stóran vøkstur í leypandi prísum eru ábendingar um, at realbúskaparligi vøksturin er minkaður seinasta árið.

Bjartskygnið er lækkað
Húsarhaldini hava fingið lønarhækkan, skattalætta og rentulækkingar, og inflatiónin veksur ikki longur við somu ferð. Eisini setti starvsfólkatalið og lønargjaldingarnar met í 2024, og arbeiðsloysið var einans 1 prosent í januar 2025. Tó vóru tað eitt sindur fleiri húsarhald í januar 2025, enn í brúkarakanningini frá í summar, sum siga seg júst fáa endarnar at røkka saman.

Dýrkaða livistøðið og varhugin um ein ótryggari heim er við til at tálma bjartskygnið hjá fólki. Eitt tekin um, at húsarhaldini eru vorðin meira varin, er at bilasølan er lækkað.

Í vinnuni gongur báðar vegir
Meðan byggivinnan boðar frá færri bíleggingum og minkandi arbeiðstørvi komandi árið, eru bæði handilsvinnan og tænastuvinnan meira bjartskygdar og boða frá øktum eftirspurningi. Minkandi kvotur eyðkenna fiskivinnuna, meðan alivinnan veksur nógv um framleiðsluna í ár og komandi ár.

Talið av starvsfólkum í privatu vinnuni lækkar, sum er ein broyting samanborið við undanfarin ár, og líkt er til, at stóra tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er hæsað av.

Almenna nýtslan veksur
Í 2024 var almenna nýtslan størri enn í 2023, millum annað tí almenni starvsfólkahópurin vaks, og tað varð latið lønarhækkingar og lønarlyft til ymiskar fakbólkar. Almennu útreiðslurnar fara framvegis at vaksa til fólkapensjónir vegna eitt vaksandi tal av pensjónistum, og lønargjaldingarnar vaksa somuleiðis hjá kommununum komandi árini.

Umleið 20 prosent av teimum, sum í dag eru 80+ ára gomul, eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimum. Verður hetta lutfallið eisini galdandi frameftir, verður tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 20 árini. Eitt demografiskt trekk upp á tað almenna, sum eisini komandi árini leggur eitt støðugt trýst á enn hægri almennar vælferðarútreiðslur.

Hall á fíggjarlógini viðførir størri lántøku
Úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 milliónir krónur í 2025 og enn eitt hall á 265 milliónum í 2026. Hetta svarar til áleið 1 prosent av BTÚ ár undan ár, sum als ikki eigur at koma fyri í einum samfelag uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.

Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur. Orsakað av vaksandi talinum av eldri fólki, fara útreiðslurnar at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.

Eitt fíggjarpolitiskt regluverk eigur at vera sett í verk, soleiðis at politiska skipanin áhaldandi stýrir eftir greiðum fíggjarpolitiskum málum fyri komandi 5 og 10 árini.

Rationaliseringsætlanir mugu gerast fyri øll vælferðarøkini
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir, bæði í almannaverkinum og á fólkaskúla- og eldraøkinum. Smáir stovnar krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir eru størri. Bæði eldra- og dagstovnaøkið eru stór, krevjandi økir, sum liggja hjá kommununum.

Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd, aldursamanseting av íbúgvum og inntøkugrundarlagi. Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at endurskoða kommunubygnaðin ella skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur koma ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.

Ítøkiliga átti landsstýrið eisini at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll trý stóru vælferðarøkini: almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar bara at veksa uttan íhald næstu mongu árini. Tí er tørvur á umfatandi nýskipanum á øllum vælferðarøkjum.

Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu
Fyri at tryggja eina burðadygga samfelagsmenning má javnvág vera millum nútíð og framtíð, har íløgur gagna komandi ættarliðum uttan at skapa eina ovurstóra fíggjarliga byrðu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt millum samfelagsligar tænastur sum búspláss á ellisheimum, undirstøðurkervi, útbúgvingarskipan, KT-verkætlanir og annað. Føroyar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu og tí eiga kost-nyttu greiningar at verða gjørdar av stórum verkæltanum, soleiðis at verkætlanir, sum geva størst samfelagnyttu verða raðfestar fyrst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

13 Leygardagur 08. mars 2025

Tórshavn vertur fyri altjóða ferðavinnuráðstevnu í heyst

Visit Tórshavn hevur vunnið boðið um ráðstevnuna í samstarvi við Visit Faroe Islands og GreenGate Incoming. Ráðstevnan verður 30. september til 2. oktober

(Mynd: Visit Tórshavn)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stóra altjóða ráðstevnan hjá City Destinations Alliance er ein tann mest umráðandi ráðstevnan fyri tey, ið arbeiða við menning og marknaðarføring av býarferðavinnu í sínari heild.

- Stórur eftirspurningur hevur verið frá limalondunum í City Destinations Alliance at sleppa til Føroyar á ráðstevnu, og eru vit fegin um, at vit av álvara eru komin á banan sum eitt eitt forvitnsligt stað at hava ráðstevnur, sigur Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn.

Visit Tórshavn er limur hjá City Destinations Alliance, og hevur vunnið ráðstevnuna í samstarvi við Visit Faroe Islands og GreenGate Incoming, sum fer at taka sær av at skipa fyri ráðstevnuni.

Hetta er fyrstu ferð at Føroyar eru vertir fyri hesari ráðstevnu, og væntað verður, at gott 200 luttakarar, harímillum ferðamálsstjórar, marknaðarfólk, menningarfólk v.fl., frá evropeiskum høvuðsstøðum og størri býum luttaka. Sambært Tordis K. á Rógvi Biskopstø, er tað týdningarmikið, at ein tílík ráðstevna kemur til Føroya, tí við hesari ráðstevnuni fáa vit víst okkum sum ráðstevnubý millum aðrar evropeiskar býir, og ikki minst víst á, hvussu vit sum ferðamál arbeiða við burðardygd, menning og nýhugsan.

Tema til ráðstevnuna í Havn eru enn ikki avdúkað, men hálvárliga ráðstevnan snýr seg vanliga um alt frá ferðamálsmenning, vinnuferðavinnu, burðardygd, marknaðarføring, trivnað, slóðbrótandi tøkni og nýggjastu altjóða gransking, ið hevur við ferðavinnu, ferðamál og menning at gera.

Seinastu árini hevur ráðstevnan verið í Valencia, Brugge og Bologna. Fyrra ráðstevnan í ár verður í apríl í Budapest, har umboð fyri Visit Tórshavn luttaka til eina størri avdúking um ráðstevnuna, ið verður í Havn.

Tað er aðru ferð nakrantíð, at hendan ráðstevnan verður um okkara leiðir. Ráðstevnan verður í Havn tann 30. septembur til 2. oktobur 2025.

Bæði limir og ikki limir fáa høvi at melda seg til ráðstevnuna í næstum.

Um City Destinations Alliance

City Destinations Alliance hevur 125 limir, ið umboða ferðamál úr øllum Europa – flestu høvuðsstaðirnir í Europa, eins og fleiri stórbýir, eru limir. Har flestu aðrir felagsskapir av hesum slag hava fokus á eitt øki, arbeiðir City Destinations Alliance, sum tann einasti, við bæði frítíðarferðavinnu (leisure), vinnuferðavinnu og býarmarknaðarføring. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

14 Leygardagur 08. mars 2025

Nýtt Veður á Portalinum

Ein av best umtóktu tænastunum á Portalinum hevur fingið eina yvirháling

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu vikurnar hevur Portalurin royndarkoyrt eina av best umtóktu tænastunum á síðuni, Veðrið, sum nú er flotað.

Tænastan hevur fingið eina yvirháling og vit hava seinastu vikurnar móttikið rís og rós frá brúkarunum.

Vit vita, at fólk eru vanabundin og flest øll kunnu ikki torga broytingar. Tí hava vit verið varin, nú vit hava dittað okkum at gjørt dagføringar.

Nakrar rættingar og tillagingar eru gjørdar seinastu vikurnar og nú er klárt at koyra út. Vit halda tó fram við at gera dagføringar og betringar.

Sært tú onkran feil ella hevur tú viðmerkingar um okkurt, sum tú heldur átti at verið øðrvísi, send ein teldupost til [email protected].

Veðrið finnur tú enn sum áður í valmyndini ovast á Portalinum.

Royn nýggja Veðrið her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

15 Leygardagur 08. mars 2025

Jón Tyril nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Jón Tyril í starv sum leiðara í Mentanarhúsinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Jón Tyril í starv sum leiðara í Mentanarhúsinum.

Hann hevur seinasta árið røkt leiðarastarvið í Mentanarhúsinum í farloyvisstarvi og byrjar beinanvegin í fastari setan.

Jón Tyril er 51 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Norðragøtu.

Jón Tyril hevur drúgvar royndir við, at fyriskipa tónleikatiltøk og mentanarligar upplivingar. Millum annað  var Jón ein av stovnarunum av G!Festivalinum og Tónleikasamtakinum Grót. Harumframt hevur hann skipað fyri fleiri øðrum mentanartiltøkum, eitt nú árliga afturvendandi Hoyma.

Umframt royndir við upplivingarvinnu, hevur Jón B.A prógv í føroyskum máli og bókmentum og drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

16 Leygardagur 08. mars 2025

Nýggjur deildarstjóri á MRCC

Elias Zachariassen avloysir Edvard Bjarnason sum deildarstjóri á MRCC/Neyð- & Trygdartænastuni

Elias Zachariasen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Elias Zachariassen er settur sum nýggjur deildarstjóri á MRCC/Neyð- & Trygdartænastuni, skrivar Vørn á heimasíðuni.

Elias Zachariassen  er 50 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Vinnuháskúlanum í 2001, og í løtuni í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu á Glasi. Harumframt hevur Elias m.a. prógv sum vinnukavari, slangukavari og On Scene Coordinator, umframt Maritim Miljøuddannelse for teknikere, frá donsku sjóverjuni.

Elias hevur verið í starvi sum yvirmaður á skipunum hjá Vørn síðan 2002, harav sum yvirstýrimaður síðan 2008 og skipari síðan 2019.

Elias byrjar í starvinum 1. mai. Hann avloysir Edvard Bjarnason, ið hevur verði deildarstjóri síðani 2012.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

17 Leygardagur 08. mars 2025

Magna aftur á ting

38 ára gamla eiðiskvinnan tekur sæti á tingi fyri Ingilín D. Strøm, sum er í farloyvi til 31. mars

Hetta er triðju ferð, at Magna Eliana Mørkøre tekur sæti á tingi í hesum valskeiðnum (Mynd: Javnaðarflokkurin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre hevur aftur tikið sæti á tingi fyri Javnaðarflokkin.

Hon tók sæti á tingi 1. mars fyri Ingilín D. Strøm sum er í farloyvi til 31. mars, boðar Javnaðarflokkurin frá.

Magna er 38 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Hetta er triðju ferð, at Magna tekur sæti sum varafólk fyri Javnaðarflokkin í hesum valskeiðinum.

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

18 Leygardagur 08. mars 2025

Annika Biskopstø virkandi borgarstjóri í Klaksvík

Karl Johansen er burturstaddur í tvær vikur

Annika verður borgarstjóri komandi tvær vikurnar (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hesa og næstu viku er Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, burturstaddur, og tí er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í hansara stað, boðar kommunan frá.

Annika Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Annika er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.

Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

19 Leygardagur 08. mars 2025

Bókadeildin skal hava nýggjan stjóra

Niels Jákup Thomsen fer í summar frá fyri aldur, og tískil søkir deildin nú eftir øðrum stjóra

Vágbingurin er útbúgvin lærari. Nú verður leitað eftir einum nýggjum persóni, sum millum annað skal vera við at mynda og menna útgávuvirksemið (Mynd: skulabladid.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Niels Jákup Thomsen hevur í drúgt áramál staðið á odda fyri Bólkadeild Føroya Lærarafelags, sum á ymsan hátt er við at fremja føroyskt mál og føroyska mentan.

Vágbingurin er útbúgvin lærari. Nú er hansara tíð sum stjóri á Bókadeildini við at koma at enda.

Heimasíðan hjá Skúlablaðnum skrivar, at Niels Jákup Thomsen í summar fer frá vegna aldur.

Harvið verður nú leitað eftir einum nýggjum persóni, sum millum annað skal vera við at mynda og menna útgávuvirksemið.

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið. Forlagið hevur bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Á Bókadeildini eru seks starvsfólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

20 Leygardagur 08. mars 2025

Brynhild og Sólfríð útbúnar sum serlæknar í almennum medisini

Í ár verða tilsamans fimm læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini

(Mynd: Landssjúkrahúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna fríggjadag var móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Brynhild Hanusardóttir Reinert og Sólfríð Jacobsen eru lidnar sum serlæknar.

Tær hava tikið 4½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum, skrivar Landssjúkrahúsið.

Brynhild hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Katrin Rubek Nielsen í Streymoyar læknadømi, Joan Skibenæs í Eysturoyar læknadømi og hjá Róa á Kósini í Streymoyar læknadømi.

Sólfríð hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Gunnhild Helmsdal í Norðstreymoyar læknadømi og hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heini Harryson í Eiðis læknadømi. Sólfríð hevur somuleiðis verið á Odense Universitetssjúkrahúsi, har hon arbeiddi á barnadeildini í seks mánaðar, hetta tí at tað ikki var rúm í útbúgvingarskipanini á Landssjúkrahúsinum í hesum tíðarskeiði.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna, og í 2025 verða eftir ætlan fimm læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini, skrivar Landssjúkrahúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2025

21 Leygardagur 08. mars 2025

Lions stuðlar góðum hugskotum á Toftum við 65.000 krónum

Talan er millum annað um skelti til ymisk bústaðarøkir á Toftum

Haldur Gaardbo tekur ímóti peningagávu frá Lions Presidentinum Tummas Lervig
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað vóru bragligir brúkarar við Haldur Gaardbo á odda, sum vístu okkum sera snotuliga nýggja Undirhúsið fram.Tað ið er staðsett við Toftagjógv í Mathiasa pakkhúsið, eisini kalla Daells Varehus á Toftum.

Gáva til Undirhúsið

Ein partur av okkara vitjan var at handa Undirhúsunum eina gávu til keyp av flatskermi við meira.

Eftir handan av kekkinum til Haldur Gaardbo á 25.000 krónur greiddi Lions Presidenturin Tummas Lervig frá um arbeiði hjá Lions í nærumhvørvinum í Eysturoynni og Norðoyggjum.

Eftir hann kom formaðurin Haldur Gaardbo og segði hegnisliga frá tilgongdini at fáa hetta húsið gjørt til endamálið. Sagt bleiv frá um stóru uppmøtingina bæði fyrrapart og seinnapartar og týdninginum av at hittast,

Húsaskelti og bygdasøga

Yvir eitt longri áramál hava Lions Eysturoy/Klaksvík arbeitt saman við Nes Kommunu, við borgarstjóranum Súna á Hjøllum, Janusi Jensen og Ólavi Magnussen at seta nøvn á ymisk bústaðarøkir í bygdini.

Endaligu leisturin bleiv so fyribils til 56 staðarnavnar skeltir við QR kotu og Lions merkið á.

Farið verður beinaveg at seta skeltuni upp runt í bygdini.

Petur Gaardlykke frá Lions greiddi frá tilgongdini, og sera góða samstarvinum við Nes Kommuna og arbeiðsbólkin, at finna endaligu loysnina fyri húsaskeltini.

Eftir at hava móttikið gávuni á 40.000 krónur og skeltini, trein Janus Jensen fram á gólvið og greiddi frá søguni um tey ymisku húsini og ikki minst um nýggju staðsetingina av Undirhúsunum.

Kvøldið endaði við einum góðum felagssangi, sum er sermerkt fyri Undirhúsið við Toftagjógv.

[object Object]Ólavur Magnussen og Janus Jensen frá arbeiðsbólkinum saman við Peturi Gaardlykke frá Lions


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

22 Leygardagur 08. mars 2025

Á tykisferð í áttahyrntu kirkjuni

Serstaka kirkjan í Haldórsvík er tann sjeynda, sum er tøk til at kanna nærri á internetinum

Haldórsvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu 2. sunnudag í advent í 1856 (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2025 er tað vorið møguligt at fara á tykisferð í ymiskum føroyskum kirkjum. Hetta merkir, at ein kann kanna ymisku kirkjurnar nærri á alnótini - har tað bæði er visuelt og eisini kunning.

Les eisini: Á tykisferð inn í føroysku kirkjurnar

Nú er møguligt at fara á tykisferð í Haldórsvíkar kirkju. Hetta er sjeynda kirkjan í Føroyum, sum er tøk til tess.

- Áttahyrnta kirkjan, hvørs altartalva er oljumynd eftir Torbjørn Olsen, avmyndar heilagu kvøldmáltíðina. Tað er eyðsýnt, at listamaðurin hevur nýtt føroyingar sum fyrimynd. Hetta ber nú til at kanna á skíggjanum.

Fólkakirkjan skrivar, at Haldórsvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu 2. sunnudag í advent í 1856. Hammershaimb prestur vígdi kirkjuna.

Higartil eru Christianskirkjan, gamla Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja og Haldórsvíkar kirkja tøkar.

Yvirlitið yvir Tykisferðir sæst HER

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

23 Leygardagur 08. mars 2025

Vesturkirkjan latin upp aftur

Eftir at hava verið stongd vegna umvæling, lat kirkjan dyrnar upp aftur sunnudagin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vesturkirkjan hevur verið stongd í ein mánaða vegna umvælingar, men sunnudagin 2. mars lat hon uppaftur.

Stórarbeiðið er gjørt. Altarveggurin “Jákupsstigin,” sperrurnar um tornvindeyguni og forkirkjan eru málað, og harumframt er gjørt vesi til rørslutarnað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

24 Leygardagur 08. mars 2025

Tunnilsætlan í Hetlandi nærkast veruleikanum

Norska felagið Norconsult skal gera fyrstu jarðfrøðiligu kanningarnar til at finna røttu linjuføringina av undirsjóvartunnlum til oynna Yell og víðari til Unst

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hetlendski dreymurin um at fáa ein undirsjóvartunnil millum hetlendska meginlandið norður til oynna Yell og síðani víðari til Unst, er nú komin eitt fet nærri einum veruleika. Hetta nú avtala er gjørd um at gera sonarkanningar og fáa eina serfrøðingafrágreiðing, sum skal stuðla undir hvussu linjuføringin av tunnlunum skal vera.

Tað er eru átøkini The Unst and Yell Tunnel Action Groups, sum hava tikið stig til at seta arbeiðið í gongd. Norska ráðgevingarfyritøkan Norconsult hevur fingið upptøkuna at gera arbeiðið, sum verður fíggjað við stuðli frá lokalum vinnufyritøkum, einstaklingum og samfelagsstuðlum.

Norconsult er fyritøka við nógvum royndum, tá tað kemur til slíkar kanningar. Hevur gjørt líkandi arbeiði um alt Skandinavia og í Føroyum.

- Vit fegnast um at hava fingið so royndar serfrøðingar at arbeiða fyri okkum. Norconsult kemur við royndum og kunnleika, sum fer at gagna okkara tunnilsverkætlan, sigur Duncan Gray, formaður í Unst Tunnel Action Group í tíðindaskrivi.

Norconsult byrjar hendan mánaðin at gera kanningar. Hetta arbeiðið fer væntandi at taka tríggjar mánaðir, og síðan skal frágreiðing gerast. Hetlendingar rokna við, at fáa frágreiðingina seks vikur eftir at kanningararbeiðið er liðugt.

Næsta stig er at gera seismisku kanningarnar. Tær skulu eftir ætlan gerast næsta ár av norska felagnum GeoPhisix, sum er undirveitari hjá Norconsult. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

25 Leygardagur 08. mars 2025

- Vit vilja ikki vera amerikanarar

Múte B. Egede er greiður í kjalarvørinum av, at Donald Trump í røðu í Kongressini tosaði um, at hann væntar at fáa fatur á Grønlandi á einhvønn hátt

- Grønland fer at raka hæddum, sum tit ikki høvdu ímyndað tykkum helt Donald Trump millum annað. Men bæði amerikanski forsetin, umframt tann grønlendski landsstýrisforðmaðurin, staðfesta avgerðarrættin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er neyðugt fyri trygt og sanniliga altjóða trygd, og vit arbeiða við øllum pørtum fyri at fáa Grønland. Og eg vænti, at vit fáa fatur á tí á ein ella annan hátt.

Orðini eigur amerikanski forsetin. Donald Trump hevur aftur fingið røring í, í serliga í Danmark og í Grønlandi, við at aftur tosa um at fáa fatur á stóru oynni.

Annars hevur amerikanski forsetin verið rímiliga kúrrur um hetta í seinastuni; onnur ting hava fylt nógv.

Trump staðfesti í byrjanini, at Grønland er eitt "fantastiskt fólk", og at USA sjálvandi stuðlar avgerðini um støðutakanina av framtíðini.

Men hann sló eisini fast, at grønledningar eru hjartaliga vælkominir í sambandsveldi, og at teir vera ríkir og tryggir, um so er.

- Grønland fer at raka hæddum, sum tit ikki høvdu ímyndað tykkum. Tað er ikki stórt í fólkatali, men eitt stórt land sum er umráðandi fyri herðnarliga trygd.

Orðini hava ikki fingið góða móttøku í ríkisfelagskapinum. Múte B. Egede, grønlendski landsstýrisformaðurin, staðfestir aftur, at man ikki ynskir at vera amerikanari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

26 Leygardagur 08. mars 2025

Danska sjóverjan keypir norskar rakettir

Norski og danski verjumálaráðharrarnir fegnast um økt norðurlendskt verjusamstarv

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska sjóverjan hevur keypt NSM-rakettir frá norsku Kongsberg vápnaverksmiðjuni fyri tvær milliardir norskar krónur. Talan er um rakettir, sum skulu veitast fram til 2030 skrivar norskt NTB tíðinastovan.

- Hetta eru góð tíðindi. Framkomnar norskar rakettir á donskum fregattum fara at styrkja norðurlendsku verjuan til havs. Tættari samstarv og betri samspæl millum okkara herstyrkir fer at økja um trygdina í okkara felags øki í norðurhøvum, sigur norski verjumálaráðharrin Tore O. Sandvik í tíðindaskrivi.

Rakettirnar aru av slagnum Naval Strike Missile, NSM, og skulu brúkast ístaðin fyri amerikansku Harpoon-rakettirnar, sum nú eru umborð á fregattunum hjá donsku sjóverjuni.

- Við avtaluni styrkja vit eitt samstarv, sum longu virkar væl. Avtalan er eitt gott dømi um, at norðurlendska verjusamstarvið er tætt og vælvirkandi. Tað er avgerandi fyri okkara felags trygd í einum ótryggum heimi, at vit byggja víðari á og víðka tað norðurlendska samstarvið í komandi árum, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Kongsberg Defence & Aerospace skal lata rakettirnar – avtalan varð undirskrivað í dag. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

27 Leygardagur 08. mars 2025

Amerikanski tollurin á vørur úr Kanada og Meksiko settur í gildi

Í morgun verða vørur úr nærmastu grannalondum USA tollaðar við 25 prosentum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsmorgunin vórðu amerikansku tolltiltøkini á 25 prosent upp á kanadiskar og meksikanskar vørur settar í gildi. USA hækkaði samstundis tollsatsirnar á innfluttar vørur úr Kina úr 10 til 20 prosent.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði á einum tíðindafundi mánakvøldið, at tollsatsirnir fóru at koma í gildi.

Trump skrivaði fyrst í februar undir eini boð um at seta í gildi toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina.

Tollurin á kanadiskar og meksikanskar vørur skuldu eftir ætlan koma í gildi beinanvegin, men varð tó útsettur.

Orsøkina til at seta tollin á vørurnar, segði forsetin vera, at narkotika í stórum nøgdum streymar inn í USA úr Meksiko og Kanada

Trump hevur skuldsett bæði londini fyri ikki at gera nóg mikið fyri at støðga streyminum av fentanyl og tilflytarum til USA.

Mánadagin skrivaði forsetin undir eini fyrisitingarlig boð um at hækka tollin á vørur úr Kina eisini.

Við kravboðunum verður tollurin hækkaður úr 10 til 20 prosent, eins og Trump eisini hevur boðað frá frammanundan.

Kina hevur ætlanir um 10. mars at innføra toll á millum 10 og 15 prosent á fleiri amerikanskar vørur. Hetta boðaði kinesiska fíggjarmálaráðið frá í morgun, sambært Reuters.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, segði týsmorgunin, at landið fer at leggja 25 prosent toll á innfluttar amerikanskar vørur um so er, at Trump ger álvara av sínum tollhóttanum.

Í morgun hevur tó ongin fráboðan verið um, at nýggjur tollur á amerikanskar vørur til Kanada er settur í gildi.

Meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, segði mánadagin, at stjórn hennara bíðar eftir avgerðini hjá Trump, men sigur seg hava alternativar ætlanir, um tollurin gerst veruleiki, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

28 Leygardagur 08. mars 2025

Vóna nýggj leitimið kunnu økja áhugan fyri Føroyaøkinum

Føroyski básurin á BEOS orkuráðstevnuni í London varð væl vitjaður, og stórur áhugi var at hoyra framløgurnar hjá jarðfrøðingunum á Jarðfeingi

Jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi her saman við Kate Sanderson, sendikvinnu í London (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Aberdeen, Skotland (Orkan.fo) Í hesi vikuni hevur verið ráðstevna og framsýning á BEOS (Business of Energy Opportunites Show) tiltaki í hjartanum á  London - við føroyskari luttøku. Tríggir av jarðfrøðingunum á Jarðfeingi, Barbara Thorsteinsson, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir høvdu úr at gera at greiða frá nýggjastu kanningunum og granskingini av føroysku undirgrundini á Jarðfeingi og svara spurningum frá umboðum fyri orkufeløg, her serstakliga tey, sum arbeiða innan olju og gass.

Føroyski básurin vakti serstakan ans, nú hann umrøddi nýggjar framtíðar leitimøguleikar í føroyskum øki. Á básinum kundu tey vitjandi síggja tey 12 leitimiðini (leads), sum Jarðfeingi hevur megnað at greina við sínum granskingararbeiði  og leggja fram fyri m.a. umboð fyri fleiri av stóru oljufeløgunum, sum arbeiða á Atlantsmótinum, tvs økinum eystan fyri Føroyar og annars í Norðsjónum. Við leitimið skilst øki í undirgrundini, har góðir møguleikar kunnu vera fyri at raka við olju og gass.

- Vit eru her fyri at fáa oljufeløgini inn í føroyska økið at leita. Vit hava verið við til slíkar messur fyrr men halda, at vit hesaferð hava nakað meira ítøkiligt at vísa á, sum kann gera, at feløg vilja koma henda vegin sigur Óluva Eidesgaard og vísir á, at tey hesaferð í nógv størri mun kunnu vísa á leitimið, sum kunnu goyma olju og gass, og at oljufeløg vónandi halda hesi vera so mikið áhugaverd, at   tey velja at  søkja um leitiloyvi og so sjálvi kanna rúgvusmikla tilfarið frá Jarðfeingi. 

Føroysku jarðfrøðingarnir halda sjálvir, at tilfarið, sum nú verður lagt alment fram er so mikið áhugavert, at tað kann geva vónir um, at okkurt felag vónandi fer at taka stig til at hyggja nærri at føroyska økinum.

Tey á Jarðfeingi hava síðani 2023 arbeitt við umrøddu leitimiðjum við tí fyri eygað at kunna stimbra áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum. Hetta plagar annars at vera eitt arbeiði, sum oljufeløgini sjálvi gera. Men fyri at skunda undir gongdina og fyri at kunna draga feløg henda vegin kann tað koma væl við at hava slíkt slíkt nýtt tilfar at fram.

Vit spurdu teir tríggjar jarðfrøðingarnar, um uppskot, sum er lagt fyri tingið um at lækka kolvetnisskattin kann hava nakran týdning fyri áhugan at leita. Til tað siga tey, at vit longu hava nógv lægri skatt enn bretski grannin, men kann ein lítil lækking vera við til at økja um áhugan, so er vert at royna tað. Tað kann í hvussu er vera ein góð hjálp fyri marknaðarføringina av føroyska økinum.

Eisini aðrar broytingar í sambandi við loyvi eru gjørdar til tess at økja um áhugan. M.a. er kostnaðurin av at fáa eitt leitilovyi at gera kanningar tikin av. Tað beinir burtur eina gátt, men tað eru so eisini  aðrar, so sum man kann hyggja eftir í sjálvandi kolvetnislógini eitt nú um keikant og krav um stovnan av felag í Føroyum.

Orkan.fo skilir, at tey á føroyska básinum eftir hesar báðar dagarnar hava eina kenslu av, at áhugin fyri at gera íløgur í olju og gass er við at venda aftur, nú tað vísir seg, at fleiri stór oljufeløg so sum BP, Shell og Equinor hava gjørt greitt, at tey fara at raðfesta íløgur í oljuleiting og minka um grønu íløgurnar aftur, nú tað vísir seg, at hesar geva ikki tað avlopið, sum hildið varð.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

29 Leygardagur 08. mars 2025

Danmark framleiðir nú gass til Evropa eisini

Stóra Tyra gassleiðin í danska partinum av Norðsjónum hevur nú sett fulla ferð á framleiðsluna, sum ger, at Danmark verður sjálvsveitandi við gassi og kann eisini útflyta gass til Evropa

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tyra leiðin fer væntandi at framleiða 2,8 milliardir rúmmetrar av gassi um árið. Sambært felagnum varð gassnýtslan í Danmark í fjør uppá 1,4 milliardir rúmmetrar. 

Tí fer henda so týðandi orkuleiðin eisini at kunna veita gass til grannalondini, sigur Ole Hansen, stjóri í TotalEnergies í Danmark. 

Tyra leiðin hevur verið fyri umvæling og útbygging síðani 2019. Roknað verður við at danska gassframleiðslan fer at vera ein kappingarneyti hjá stóru norsku gassframleiðsluni, tó at tørvur er á øllum framleiddum gassi í Evropa fyri at sleppa undan russiska gassinum, sum kortini tørvur verður á. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

30 Leygardagur 08. mars 2025

Sissal sigraði í Herning

Føroyska songkvinnan livdi upp til favorittstøðuna í tøttu kappingini og sang seg inn í hjørtuni við sínari stóru rødd. Harvið skal Sissal Jóhanna umboða Danmark til Eurovision í Sveis í mai

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri aðru ferð hevur ein føroyingur vunnið eitt danskt Melodi Grand Prix. Fyri tveimum árum síðani var tað Reiley (Rani Petersen) úr Havn, og nú hevur 30-ára gamla havnarkvinann, Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, gjørt tað sama.

Við "Hallucination" var læraralesandi føryingurin skýrdur at vera stórfavorittur. Hesa støðuna livdi hon væl upp til.

Framførslurnar vóru sannførandi og fingu salin at kóka. Stóra og sterka røddin hjá Sissal hóskaði væl til stóru høllina í Boxen, og hóast onnur gjørdu meira burtur "show'inum", so var tað Sissal, sum sigraði.

[object Object]Sjampagna til Sissal og toymi eftir kunngerðina (Mynd: Sverri Egholm)

Dómsnevndin peikaði á Sissal. Hon var ikki nummar eitt hjá hyggjarum, men hon var júst framman fyri nummar tvey. Eitt stig skilti Sissal Jóhannu og Tim Schou. Síðstnevndi fekk flest atkvøður frá hyggjarunum, Sissal fekk næstflest, men hon var fremst hjá dómarunum.

Rørda songkvinna kann nú framføra "Hallucination" fyri triðju ferð og byrja at fyrireika seg til Eurovision, sum verður 15. mai í Sveis.

Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

31 Leygardagur 08. mars 2025

Svimjidraktin sleppur ikki við til Eurovision

Sissal Jóhanna og hennara toymið eru byrjað av nýggjum. Framførslan í Eurovision verður ein heilt onnur enn tann í Herning leygardagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit eru byrjað av nýggjum. Vit hava kasserað alt, sum vit høvdu við í Herning og byrja frá botni.

Tað sigur Melodi Grand Prix-vinnarin, føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.

Hon var hósdagin í DR-býnum á Amager, har hon og toymi hennara arbeiða við framførsluni til Eurovision, sum verður í Sveis í maimánaði.

Hóast hon vann, so hevur nakað av kritikki verið av framførsluni í Herning leygardagin.

Reyður tráður
- Eg havi fingið fleiri hundrað boð frá fólki, sum eru hørm um, at mín framførsla ikki livur upp til væntanina. Tey skriva, at sangurin hevur uppiborið eina betri framførslu og ein møguleika at klára seg væl í Eurovision.

- Tað manglaði kanska ein reyður tráður í mínari framførslu, og tað kendist kanska heldur tómt, sigur Sissal Jóhanna og lovar meira í Sveis.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Í Herning vóru tað bara tveir dansarar og eg, men til Eurovision er ætlanin at tað verður eitt nakað eyka, sum skal vera við til at ímynda boðskapin í sanginum, sigur hon uttan at avdúka ov nógv.

Í mun til klæðir verður eisini nógv broytt. Draktin, sum á sosialum miðlum verður samanborðin við svimjidrakt, sleppur ikki við tá Sissal Jóhanna og hini í toyminum fara til Sveis um góðar tveir mánaðir.

- Eg helt at draktin var feit og flott og elskaði hana. Men eg dugi væl at síggja, hví onkur heldur tað líkjast einari svimjidrakt. So ja, tað verður broytt. Vit skulu gera ein samanhangandi pakka, har klæðini, framførslan, farvurnar á pallinum og boðskapurin í sanginum skulu hanga betri saman, sigur hon.

Eurovision Song Contest verður 13. 15. og 17. mai í Basel í Sveis. Sissal og Danmark framføra í seinnu hálvfinaluni, sum verður 15. mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

32 Leygardagur 08. mars 2025

Tvey'arin: Sissal skal gevast við at lesa og hugsavna seg um at syngja

- Eg havi næstan ikki hoyrt betri sangara enn hana í Danmark. Tim Schou endaði samanlagt eitt stig aftan fyri føroyska vinnaran. Hann var tó meira smíland og rósandii enn vónbrotin, tá Portalurin hitti hann

"Proud" fekk flest atkvøður frá hyggjarunum, og tað var Schou errin av og fegin um. Hann setti eisini orð á sterka samanhaldið og serligu evnini hjá Sissal Jóhonnu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Herning, Danmark (Portalurin): Hann tapti stríðið um 1. plássið á pallinum, men tað var ein ógvuliga smílandi Tim Schou, sum Portalurin fangaði fyri leygarkvøldið í miðlarúminum í Boxen. Sangarin í "Proud" var errin og fegin um mongu atkvøðurnar:

- Vónbrot merki eg sum so ikki nakað til. Tað er meira takksemi fyri hetta fantastiska kvøldið og hesa upplivingina. Vit allir luttakararnir hava ein góðan felagskap, so tað er stuttligt. Og so hava hyggjararnir "tikið meg í hondina", og tað er ordiliga lekkurt at merkja.

Tim Schou sipar til, at hann fekk flest atkvøður frá hyggjarunum. Hann kappaðist í finaluni við Adel the Second og serliga Sissal. Bert eitt stig skilti nummar eitt og tvey í Melodi Grand Prix 2025, tá atkvøðurnar hjá hyggjarunum og dómsnevndini vórðu taldar saman.

Úrslitini í topp-trý:

1. Sissal – 'Hallucination' 38 stig (18 frá hyggjarum, 20 frá dómsnevndini)
2. Tim Schou – 'Proud' 37 stig (23 frá hyggjarum, 14 frá dómsnevndini)
3. Adel the Second – 'The Unluckiest Boy live' 25 stig (9 frá hyggjarum, 16 frá dómsnevndini)

Hóast Tim Schou ikki vann sær pláss í Eurovision hesaferð, so hevur hann roynt tað áður. Tað var í 2011, tá hann sum forsangari í "A Friend In London" endaði á 5. plássi til Eurovision.

Portalurin spurdi dugnaliga sangaran, hvat skuldi til hjá Sissal Jóhannu, nú hon fer at fyrireika seg til stóru uppgávuna í Sveis í mai. Hann hevði greið boð og nógv rós: 

- Also, hygg her....Sissal: Gevst við at lesa til lærara - gloym tað. Tú hevur nakað serstakt, sum man skal satsa uppá. Eg havi næstan ikki hoyrt nakran betri sangara her í Danmark.

- Annars far inn til tað so "ektað og satt" sum gjørligt. Ikki vera bangin fyri at lata tína sál upp fyri restini av Evropa, so tey síggja at hetta er av heilum hjarta.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal umboða Danmark - og Føroyar - til Eurovision í Basel í mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

33 Leygardagur 08. mars 2025

Heiðurskonsert við Tjarnir

Føroya Symfoniorkestur við gestasangarum hevði tvær væl eydnaðar konsertir í nýggju stórhøllini við Tjarnir farna vikuskifti

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bilaferðslan til og frá stórhøllini við Tjarnir var størsta avbjóðingin tá bjóðað var til heiðurskonsert við Tjarnir við Føroya Symfoniorkestri leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Til konsertina leygarkvøldið stóð bilarøðin heilt oman í Hoydalar, so sjálv konsertin byrjaði gott og væl ein heilvan tíma seinni enn ætlað til tess at fáa so nógv upp á pláss sum gjørligt.

Sum heild tóku teir fleiri túsund áhoyrararnir væl ímóti tónleikinum, sum vóru væl fagnaðir.

Konsertin byrjaði við, at dugnaliga Føroya Symfoniorkestur við Bernarði Wilkinssyni á odda spældu eina røð av kendum klassiskum løgum.

Allarfyrst var tjóðsangurin spældur í nýggjastu útsetingini. Fólk reistust og sungu hátíðarliga við upp á øll trý ørindini. Sum altíð var tað ein avbjóðing at koma ígjøgnum annað ørindi. Men hátíðarligt var tað.

Fyrsta verk hereftir var byrjanin til sjálva lagnusymfoniina hjá Ludwiv van Beethoven, og tað riggaði framúr væl. Fleiri onnur kend lættari verk, sum vit kanska kenna frá nýggjárskonsertunum vórðu spæld og stórliga fagnað.

[object Object]

Vit hoyrdu eitt nú Nimrod hjá Elgar, Willem Tell overturuna hjá Rossini og ikki minst "Kom og dansa" hjá Lehár, og har fingu áhoyrarnir eisini høvi at syngja við.

Eftir støðgin komu sangararnir á pallin. Fyrst Lea Kampmann við lítlum strúkara og træblásara-ensembli, sum sang tveri sangir, har serliga "Nú ert tú moldin" fall í góða jørð.

Síðan Marius Ziska við tveimum av sínum allarbestu sangum, sum hann fyrr hevur framført saman við fullum symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum.

Høvuðsnøvnini vóru teir tríggir rættiliga tilkomnu vágamenninir Magnus á Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall, sum sungu eina perlurøð av sangum hjá Tinganest, Stongum & Guttesen og Vág/ðaverk.

Stórliga fagnir og tað var væl uppiborið.

[object Object]

Stórhøllin stóð sína roynd. Symfoniorkestrið riggar væl til hølið. Um orkestrið nakrantíð aftur megnar at fylla høllina tvær ferðir er eitt ivamál.

Næsta tónleikaliga stórhending við Tjarnir verður konsertin við kanadiska Bryan Adams 23. apríl. Tað verður, sum skilst ein akkustisk konsert við kassaguittari og klaverfylgispæli.

Vit bíða spent eftir at frætta hvør tað verður, sum veruliga sleppur at fylla Tjarnir við fullum rokkorkestri.

Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið

Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]


[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

34 Leygardagur 08. mars 2025

Havnar Bio tekur umstríddan film av skránni

Avgerð er tikin um at taka filmin "Spermageddon" tikin av skrá í Havnar Bio. Hetta eftir at ein minni bólkur av fakfólkum, sum arbeiða við seksualundirvísing í fólkaskúlanum, hevur hugt eftir filminum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Havnar Bio hevur tikið avgerð um at taka filmin "Spermageddon" av skrá eftir, at vit saman við einum minni bólki av fakfólkum, ið arbeiða innan seksuala undirvísing í føroysku fólkaskúlunum, hava hugt eftir filminum.

- Av tí at hesin filmurin hevur vakt so nógvan ans, hevur Havnar Bio, saman við einum minni bólki av fakfólkum innan sexualundirvísing í skúlum, havt eina privata undansýning, har vit hugdu eftir filminum og fingu tosað um innihaldið eftirfylgjandi. Úrslitið av sýningini og okkara prát er, at filmurin ikki bert inniheldur ósamsvarandi upplýsingar, men eisini kann viðvirka til at skapa fleiri mytur um sex heldur enn at geva fakliga haldgóða kunning, skrivar Havnar Bio í fráboðan.

Eitt av dømunum kann verða super sáðkyknan, ið bæði dugir at skera hol á hítina umframt at gera av við aðrar sáðkyknur, alt fyri at vinna kappingina um at koma fyrst fram til eggið. Eitt annað dømi er, at allar sáðkyknurnar eru intellektuellar og duga at svimja undan tí sáðdrepandi kreminum, sum gentan í filminum nýtir sum fyribyrging.

Filmurin tekur eisini lætt um evnið sum ung og rúsdrekka. Pápin hjá unga dreinginum, uttan at hugsa um tað, gevur honum skeiva posan, ið er fyltur við alkohol ístaðin fyri energidrykkjum og sodavatn til vikuskiftistúr í fjallahúttuni. Hetta hevur við sær, at teir seks ungdómarnir sita einsamøll í húttuni við nokk av rúsdrekka fyrstu ferð, tey smakka sær á.

Fleiri hava í sambandi við henda filmin vent sær til Havnar Bio og verið sera ørkymlað um lága aldursmarkið á filminum. Lógin sigur, at eitt miðlaráð hevur ábyrgd av hesum, men ráðið hevur ikki verið mannað síðan 2011.

Lógin sigur víðari, at um miðlaráðið ikki hevur ásett nakað aldursmark, so er sama aldursmark sum í okkara skandinavisku grannalondum galdandi í Føroyum. Eru ymisk aldursmørk, skal aldursmarkið verða tað sama sum har, filmurin verður innfluttur frá – tvs. í hesum førum Danmark, sum hevur sett aldursmarkið til 7 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

35 Leygardagur 08. mars 2025

”Lygn” hjá Eyðun Klakstein vann ársins Lesaravirðisløn

Vinnarin av Lesaravirðislønini hjá føroysku bókasøvnunum er funnin, og mikudagin verður virðislønin handað á Bókasavninum við Løkin

Eyðun Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bókin ”Lygn” hjá Eyðun Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.

Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena: seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen, og vinnarin gjørdist ”Lygn”.

Mikudagin 5. mars kl. 17 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000 krónur, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Á skránni verður upplestur, tónleikur og lítið ábit.

Hetta er aðru ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Hon varð fyrstu ferð latin í fjør, tá "Saga JAM" hjá Høgna Mohr vann Lesaravirðislønina.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum, skriva føroysku bókasøvnini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2025

36 Leygardagur 08. mars 2025

Virðislønt poppstjørna á Summar Festival

Brimheim er eitt tað heitasta navnið í donskum popptónleiki, og nú kemur hon á Summar Festivalin at framføra

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hon er trupul at seta í bás, men púra vist er, at hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari. Hon hevur skrivað nýskapandi poppsangir, skapt sítt heilt serliga úttrykk og hevur vunnið hjørtuni á bæði áhoyrarum og ummælarum.

Seinastu árini hevur hálvføroyska Brimheim veruliga vunnið fram á danska tónleikapallinum og aðrastaðni, og hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra. Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi.

Við listanavninum Brimheim hevur Helena Heinesen Rebensdorff seinastu fýra árini verið eitt tað heitasta navnið á danska tónleikapallinum. Við brúsandi og sveimandi poppsangum hevur hon megnað at kava niður í sinnið og viðgjørt stórar lívsspurningar og at fanga breiðu fjøldina við melodiøsum sangum og kreativum videoløgum.

Hon er ein av stóru poppstjørnunum í Danmark og hevur nógvar spennandi konsertir fyri framman. Hon hevur longu spælt á teimum stóru donsku festivalunum og á kendum tiltøkum sum By:Larm, The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves og KEXP.

Og nú kemur Brimheim á landsins størsta tónleikatiltak at framføra. Summar Festivalurin í Klaksvík verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

37 Leygardagur 08. mars 2025

Branco á pall til Tórsfest

Vælumtókti danski hip hop sangarin hevur gjørt av at gevast. Hann vitjar í Føroyum á síni seinastu konsertferð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Branco man teljast millum heitastu nøvnini á danska tónleikapallinum. Síðan 2019 hevur hann sett hitt aftaná hitt í verðina. Hann er fastur gestur á teim stóru pallunum í Danmark, og hann er ein garantur fyri eina risa veitslu. Í summar kemur hann á Tórsfest í Havn.

Tá fer Branco á pallin við sínum feitu hip hop løgum, blandað við lekkrar popputar rútmur, so ringt er ikki at lata teg ríva við stemninginum. Branco hevur næstan eina hálva millión mánaðarligar lurtarar á Spotify, og bara lagið “London Town” hevur oman fyri 30 milliónir spælingar. Hetta vitnar um ein serstakliga væl umtóktan tónleikara. 

Men alt fær sín enda. Eftir at hava dominerða danska hip hop pallin í góð seks ár, hevur Branco gjørt av at gevast á toppinum. Hann hevur nýliga givið út “Baba Business”, sum verður hansara síðsta útgáva. Tí er hann farin undir sína seinastu konsertferð, “Den sidste dans” verður hon kallað. Og leiðin liggur fram við Tórsfest 25. juli. 

Í steypaskápinum hevur hann hópin av viðurkenningum, millum annað tríggjar statuettir frá Danish Music Awards.

Fammanundan er longu greitt, at m.a. Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans og Kristina Bærendsen vera á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

38 Leygardagur 08. mars 2025

Nýggjur og øðrvísi amerikanskur rapptónleikur á G!

Punching Bag koma úr Kalifornia til Syðrugøtu í summar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í summar koma rappararnir, sum kalla seg Punching Bag, úr Kalifornia til Syðrugøtu. Talan er um nýggjan bólk, sum longu gevur út á stórum plátufelag, og nú teir eru á veg út í heim, koma teir at framføra á G!

Tónleikurin er spennandi samanrenning av rappi og øðrvísi rokki, sum gevur Punching Bag ein heilt serligan dám, skrivar G! í tíðindaskrivi.

G! verður dagarnar 17. til 19. juli í ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

39 Leygardagur 08. mars 2025

Nýggjur filmur um Róin Siggertsson vístur í Keypmannahavn

Karismatiski tónleikarin úr Vestmanna, Róin Siggertsson, stendur á einum vegamóti í nýggjum dokumentarfilmi, sum verður frumsýndur 11. mars í Keypmannahavn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– 'A slippery slope' fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya…

Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.

Í filminum fylgja vit Róin Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til Føroya aftaná næstan 30 ár í Danmark.

Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur. Hann endar í einum yvirforbrúki av bæði øli og recept-heilivági, og umhugsar tí kraftigt at fara niður aftur.

Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl.

Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og hann hevur fylgt Róin síðan 2021. Gorm Just hevur klipt, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara.

Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum enn ikki eru útgivin.

“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” verður frumsýndur hin 11. mars klokkan 19.45 á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sum partur av filmfestivalinum Nordatlantiske Filmdage.

Aftan á filmin verður prát á skránni við leikstjóra og framleiðara, og eftir hetta bjóðar Sendistova Føroya í Keypmmanahavn til okkurt leskandi. 

Umframt sýningina í Keypmannahavn verða tvær sýningar í ávikavist Århus og Aalborg:

Århus: 15. mars klokkan 16:30 í Øst for Paradis.

Aalborg: 16. mars klokkan 13:30 í Biffen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

40 Leygardagur 08. mars 2025

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í gjár

Millum annað eru uppskot um at hækka pensjónsaldurin, uppskot um bústaðarskyldu og uppskot um Suðuroyartunnil

(Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár var seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið. Í hesum sambandi lat landsstýrið Løgtinginum 27 uppskot. 

Talan er um fleiri stór og týdningarmikil uppskot, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð.

Millum tey eru:

• Uppskot um at fyrireika og prosjektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð.

• Uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin

• Uppskot um at prosjektera heildarætlanina fyri Venjingarskúlan (Kampus)

• Uppskot um løn undir útbúgving (Tryggja teim lesandi á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving)

• Uppskot um bústaðarskyldu v.m.

• Uppskot um Talgildu Føroyar 2.0. (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)

- Talan er um týðandi og fjølbroytt mál. Gongd verður sett á at fyrireika Suðuroyartunnilin. Men samstundis hava vit sett okkum fyri at fáa ein haldføran búskap, og tí mugu ábyrgdarfull átøk til, eitt nú at hækka pensjónsaldurin. Hetta er eitt neyðugt og týdningarmikið stig. Haraftrat er løn undir útbúgving og heildarætlanin fyri Kampus hjá Setrinum avgerandi fyri at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg og starvast í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

41 Leygardagur 08. mars 2025

Fyri aðru ferð uppá trý ár

Rani Petersen vann Melodi Grand Prix í 2023 og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vann leygarkvøldið. - Í mun til førleikar kundu føroyingar væl umboða seg sjálvi í Eurovison, sigur Sissal

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen stórfegnast um sigurin og steypið. Rætturin at framføra til Eurovision hevur tó eisini ein prís við sær fyri føroysku songkvinnuna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

 - Eg haldi kanska, at øðiliga nógvir danir høvdu verið glaðir fyri tað um tað. Tað prógvar, at føroyingar eru absolutt førir fyri at vera sjálvstøðugir á nógvum økjum. Vit hava so nógvar fantastiska dugnaligar tónleikarar og sangarar í Føroyum, og haldi at føroyingar væl kundu "umboða seg sjálvi" í Eurovision. Men vit eru ein partur av ríkisfelagskapinum, og við tí ber tað ikki til í hesum førinum.

Soleiðis fyrihelt Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen seg, tá vit spurdu hana, um Føroyar ikki kundu havt sítt egna umboð til Eurovision. So at Danmark og Føroyar vóru hvør sær í stóru evropeisku sangkappingini.

Hetta var dagin eftir 30-ára gamla havnarkvinnan gjørdist annar føroyingurin uppá trý ár, sum sigraði til Melodi Grand Prix. Dómsnevndin peikaði á Sissal sum vinnara - tvey ár eftir at Rani Petersen (Reiley) vann kappingina.

Harvið er tað eydnast føroyskum sangarum at bróta múrin í dansku songkappingini, men so stingur spurningurin seg upp, um Sissal Jóhanna ikki burdi sungið fyri Føroyar, meðan ein dani umboðar Danmark.

Hetta er sjálvandi ein størri spurningur, men tað sæst í summum miðlum og á sosialum miðlum, at nógvir danir ikki eru so fegnir um, at tað verður eitt føroyskt umboð.

Sumt er avgjørt fakligur og konkstruktivur kritikkur, men Sissal Jóhanna hevur longu merkt, at fólk kunnu vera óhøvisk og persónlig. Tað at hon er júst føroyskur verður eisini drigið fram - í summum førum á neiligan hátt.

Fyri tveimum árum hevði Reiley nakað av trupulleikum við at takkla donsku miðlarnar, og serliga Ekstra Blaðið og fólk á sosialu miðlunum løgdu hart eftir honum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

42 Leygardagur 08. mars 2025

Bæði liðini skulu spæla uttan lyklaspælarar

Bæði Føroyar og Niðurlond eru uttan føstu høgru bakkarnar - gestirnir við Tjarnir mikudagin hava heldur ikki sítt vanliga fyrsta val á strikuni við, meðan fyrsta valið hjá Føroyum er rustað

Vilhelm Poulsen er so mikið skaddur, at týdningarmikli verjuspælarin ikki er tøkur til dystirnar móti Niðurlondum. Føroyar skulu tó ikki verja fyri Kay Smits úr Flensburg-Handewitt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður eitt sterkt mótstøðulið, sum kemur til Føroya í næstum. Á pappírinum er tað væl tað sterkasta, sum Føroyar fara at møta í EM-undanbólkinum.

Niðurlendingar hava tó ikki heimsklassaspælarar á øllum plássum - og ikki fleiri á sama plássi. Hetta gav at bíta í november, tá Niðurlond vunnu við einum málum móti Ukraina á heimavølli og spældi javnleik í Kosovo; fýra dagar eftir at Føroyar høvdu vunnið við ellivu málum móti sama liðið á Hálsi.

Tá saknaðu Niðurlond vanliga fyrsta málverjan, Bart Ravensbergen, og serliga spælskiparan Luc Steins. Lágvaksna PSV-stjørnan er síðani komin fyri seg eftir skaðan, og hann kann geva einari og hvørjari verju høvuðbryggj, og koma bæði hann og Ravensbergen til Føroyar.

[object Object]
Kvikur á fótum og spælskipan sum fáur. Steins móti Skipagøtu verður ein spennandi "tvídystur" at fylgja við Tjarnir og í Almere. PSV-spælskipari einumegin og Kiel-spælskipari hinumegin (Mynd: EPA)

Luc Steins fer tó ikki at hava sín vanliga makkara til høgru fyri sær, tá Niðurlond fara í álop. Hin heilt stóra stjørnan hjá Niðurlondum, Kay Smits, fekk staðfest Myocarditis seint í 2023. Hetta er eitt slag av bruna í hjartavøddunum. Smits var tó tíbetur uttanfyri lívsvanda og var aftur á vøllinum fyri Flensburg-Handwitt í mai.

Tá slíkar álvarsamar heilsustøður eru, skal persónurin til regluligar kanningar. Í síðsta mánaði vísti ein slík, at tað er ymiskt, sum skal kannast nærri hjá Smits, og harvið skal hann ikki spæla hondbólt næstu tíðina.

Lars Kooij, ið vanliga er fyrstaval á strikuni hjá teimum appelsinlittu, hevur eisini verið noyddur at geva avboð. RK Vardar-spælarin kann eisini veruliga blíva ein missur

Í mun til EM-endaspælið i januar, er vanliga tryggi høgri vongurin Bobby Schagen við aftur. Hann spælir við Lemgo, og samanlagt eru fýra Bundesliga-spælarar við í niðurlendska hópinum, umframt tveir frá PSG. So liðið hjá Staffan Olsson er als ikki í heilt ringum skørum.

Nýggj støða á høgra bakki hjá Føroyum

Føroyum vantar ein av sínum trimum Bundesliga-spælarum. Vilhelm Poulsen fekk tíverri ein so mikið álvarsaman fipurskaða í lærkrikan í síðsta mánaði, at tað beinanvegin varð greitt, at møguleikin fyri at Hannover-Burgdorf spælarin fór at verða tøkur var lítil.

Tað sama var galdandi fyri Kjartan Johansen, sum hevði verið ein nátúrligur avloysari í serliga álopinum. Strandingurin hevur tó verið darvaður í skotøkslini so at siga alt kappingarárið, og tað var tí, at hann ikki fekk spælt móti Ukraina í november.

[object Object]Kjartan Johansen royndi seg dagin fyri annan EM-undankappingardystin í november, men á dystardegnum merkti høgri bakkurin so nógv til økslina, at hann ikki fekk skotið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Hallur Arason skorar regluliga mál fyri eitt av íslendsku toppliðunum (Mynd: Sverri Egholm) 

Harvið er eingin av føstu lámu spælarunum tøkur til dystin, umframt at Pauli Mittún, ið kann røkja plássið, heldur ikki verður við vegna skaða í rygginum.

Hallur Arason kann nú veruliga fáa seg royndan á landsliðnum. Kvívíkingurin fekk nakrar minuttir í Rumenia fyri tveimum árum síðani, og hevur hetta kappingarárið spælt í bestu íslendsku deildini. Har er Afturelding í løtuni á 2. plássi, og í gjár skeyt høgi skjúttin seks mál.

Hóast møguleikin fyri álopsminuttum avgjørt er har hjá Halli, so kann tað væl hugsast, at Føroyar í stórum løtum fara at spæla við trimum, ið kasta við høgru hond, í bakketuni.

Um Teis Horn Rasmussen verður heilt til reiðar, so spælir hann stóran part av tíðini í miðverjuni - og helst eisini í álopinum. Sterki havnarmaðurin hevur verið fyrstaval seinastu árini, men hann breyt hondina í januar og hevur ikki spælt nakran kappingardyst í 2025. 

Peter Krogh hevur eisini verið skaddur so at siga alt árið, og verjuserfrøðingurin verður ikki við hesaferð. Harvið vera tað mest sannlíkt Teis og Pætur Mikkjalsson, sum spælir fast fyri Team Sydhavsøerne, sum í stóran mun manna miðverjuna.

Ísak Vedelsbøl kann eisini fáa størri leiklut, enn hann higartil hevur fingið. Rógvi Dal-Christiansen hevur víst seg væl fram síðani afturvendanina til Kyndil og verður einasti spælarin úr føroysku Burn-deildini á landsliðnum. Rógvi hevur ikki spælt ein landsdyst síðani 2020.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

43 Leygardagur 08. mars 2025

Hallur og Rógvi í landsliðshópin

Hópurin til dystirnar móti Niðurlondum er nú fullmannaður. Hallur Arason í Afturelding og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli eru úttiknir sum teir seinastu

Hallur Arason í dysti fyri VÍF móti Kyndli áðrenn hann flutti til Íslands at spæla (Savnsmynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at landsliðsvenjararnir í hondbólti í fyrstu atløgu tóku 14 leikarar út til dystirnar móti Niðurlondum í næstum, eru nøvn nú sett á seinastu tveir leikararnir. Talan verður um Hall Arason úr Afturelding í Íslandi og Rógva Dal Christiansen úr Kyndli.

Hallur Arason spældi sín fyrsta og higartil einasta A-landsdyst móti Rumenia í mars 2023.

Sambært handballstatz.com er tað nú fimm ár síðan Rógvi Dal Christiansen seinast spældi á A-landsliðnum. Hann er skrássettur fyri 18 A-landsdystir. Rógvi verður sostatt einasti leikari í hópinum, sum dagliga spælir í føroysku hondbóltskappingini.

[object Object]
Rógvi Dal Christiansen verður einasti á landsliðnum, sum til dagligt spælir í føroysku kappingini. Myndin er frá landsliðsvenjing í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Sostatt eru hesir úttiknir til dystirnar móti Niðurlondum:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS)
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Hallur Arason, Afturelding (ÍSL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS)
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ)
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir við Tjarnir mikudagin 12. mars klokkan 19, og í Almere í Niðurlondum, sunnudagin 16. mars klokkan 14, føroyska tíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

44 Leygardagur 08. mars 2025

Pauli Jacobsen í frálíkum formi áðrenn landsdystirnar

Hevði beint undir 20 bjargingar, og varð dagsins spælari í sigri við oddaliðnum HØJ farna vikuskiftið

Pauli Jacobsen kann spæla í bestu donsku deildini eftir summarstegðin. Í næstu viku skal hoyvíkingurin hugsavna seg um at steðga hollendingunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lyklabjargingar kunnu verða avgerandi, um tað verður tætt millum Føroyar og Niðurlondum í dystum, sum kunnu gerast óvuliga málríkir.

Nú Nicholas Satchwell er skaddur, hava Føroyar ein ógvuliga greiðan fyrsta málverja: Pauli Jacobsen fer allarhelst at spæla teir flestu minuttirnar í teimum týðandi EM-undandystunum í næstu viku.

Pauli er í løtuni í uppflytingarstríði við HØJ Elite. Felagið, sum er staðsett stutt úr Keypmannahavn, satsar nógv, og leygardagin varð uppflytingin hjá Maritu Mortensen og kvinnuliðnum veruleiki.

Menninir eru oddalið í næstbestu deildini, nú fimm umfør resta í. Kappingin er hørð við serliga Aarhus, sum hevur - nú skaddu - Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, í hópinum. 

Tvey stig skilja liðini, og tí er hvør einstakur dystur ógvuliga týðandi. Bert eitt lið flytur beinleiðis upp, meðan nummar 2 og 3 skulu í uppflytingar-play off.

Pauli Jacobsen hevur havt nógvar góðar løtur og dystir í kappingarárinum, og leygardagin móti Faaborg varð 22-ára gamli hoyvíkingurin dagsins spælari. Pauli hevði heili 18 skrásettar bjargingar í 35-24 sigrinum.

Harvið liggur hann til at flyta upp í bestu donsku deildini, og burdi Pauli Jacobsen komið til landsdystirnar við høgum sjálvsáliti og í góðum stima.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

45 Leygardagur 08. mars 2025

Stór upphiting í OY undan fyrsta landsdystinum við Tjarnir

Byrjar tríggjar tímar undan dystarbyrjan hjá Føroyum og Niðurlondum og bussar koyra niðan til nýggju høllina

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og undan fyrra HM play-off dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia í fjør, verður upphiting í OY á Hálsi í sambandi við serstaka heimadystin móti Niðurlondum mikukvøldið 12. mars.

Tá var stutt til høllina, har manslandsliðið spælir. Nú tosa vit um væl longri tein, men fyriskipararnir, sum eru stórstuðlarnir hjá Hondbóltssambandi Føroya, hava syrgt fyri farti. Mouritsen's bussar koyra ókeypis niðan til Tjarnir. Hetta millum 18 og 19.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Niðurlond byrjar klokkan 19 mikukvøldið. Upphitingartiltakið í OY byrjar tríggjar tímar áðrenn, og varir til klokkan 16 og skal fáa lív í føroysku fjøldina.

Til tiltakið fer Hans Ravnsfjall at spæla.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

46 Leygardagur 08. mars 2025

Føroysku hondbóltfjeppararnir heiðraðir í Týsklandi

Á stóra German Handball Awards fekk stóra føroyska fjøldin til EM-endaspælið í Berlin fjør serstaka viðurkenning fyri sítt avrik og sína hugbinding

Umleið 5.000 føroyskir áskoðarar settu so stóran dám á í Berlin í fjør, at týskarar vildu lata fjøldini ein heiður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 1. mars vórðu týsku hondbóltsheiðrarnir fyri 2024 latnir. Hetta millum annað til ársins leikarar, stjørnuskot, venjarar.

Har varð eisini ein serstakur heiður latin, ið ikki hevur nakað serligt við týskan hondbólt at gera - tó at tað hendi á týskari jørð.

Tað er ikki ov nógv sagt, at føroyska liðið og fjepparar tess veruliga bergtóku í stóru Mercedes Benz leikhøllini í januardøgunum í 2024, tá Føroyar á fyrsta sinni vóru til eitt A-endaspæl í hondbólti.

Á vøllinum vunnu Føroyar sær stig móti Noreg og vóru væl við í dystunum móti Póllandi og Slovenia. Uttanfyri vøllin fingu umleið 5.000 føroyskir áskoðarar lív í á ein hátt, sum sjálvdan sæst til slík endaspøl, tá talan ikki er um eitt heimalið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Nakrar myndir frá ótrúliga føroyska róminum í Mercedes Benz høllini í Berlin januar 2024 (Myndir: Sverri Egholm)

Stóra føroyska innrásin til Berlin og fólkaveitslan í týska høvuðsstaðnum fekk fólk í hondbóltsheiminum at spíla eygu og oyru upp. Hetta í so stóran mun, at føroysku fjeppararnir fingu ein heiður í Stuttgart fyri sítt avrik og sína hugbinding.

- Í hesum samanhangi var eisini ein heiður latin til føroysku áskoðararnar - ársins "Engagementpreis". Føroysku áskoðararnir gjørdu eitt stórt inntrykk í Berlin og vunnu mong hjørtu. Hetta vildi miðlin handball-world.news, sum stendur aftanfyri German Handball Awards, gjarna heiðra.

[object Object]
Hondbóltssamband Føroya fegnast um heiðurin. Í næstu viku verða umleið 3.000 føroyskir áskoðarar til heimadystin móti Niðurlonum og umleið 700 til dystin í Amsterdam-økinum, nú Føroyar aftur royna at vinna sær pláss í einum endaspæli.

Áhugi er hjá væl fleiri, men Tjarnir tekur ikki meira, og føroyingar eiga bert rættin til avmarkað tal av atgongumerkjum til dystin í Niðurlondum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

47 Leygardagur 08. mars 2025

Ætlandi aftur eitt hondbóltsfelag í Klaksvík

Í 18 og eitt hálvt ár hava tvey hondbóltsfeløg verið - Stjørnan hjá kvinnum og Team Klaksvík fyri menn. Men nú er samanlegging á breddanum, og talan skal verða um eitt heilt nýtt felag

Beinir Johannesen og Team Klaksvík hava í nógv ár verið í bestu mansdeildini. Okkurt árið er tað endað við bronsu, liðið var í Evropa í 2023, men nógv ár hava eisini verið tung (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Team Klaksvík varð stovnað 12. september í 2006. Tá hevði eingin mans- og dreingjahondbóltur verið í eina tíð. Áður hevði Stjørnan annars havt lið fyri menn, kvinnur, dreingir og gentur.

Harvið hevur hondbólturin verið býttur upp í Klaksvík í yvir 18 ár. Hetta sær heldur løgið út, og nú sær loksins út til okkurt verður gjørt við tað:

- Team Klaksvík og Stjørnan ætla at ganga nýggjar leiðir og menna hondbóltin meira í Norðoyggjum og ætla at leggja kvinnu og manshondbóltin saman og stovna eitt nýtt felag.

Hetta hava bæði feløgini boða frá í skrivi, og í sambandi við ætlanina verður bjóðað inn til kunningarfund mánadagin 17.mars klokkan 19 í skúlastovunum KÍ høllini.

Fundurin er fyri limum og eisini øðrum áhugaðum. 

- Feløgini leggja fram grundgevingar og ætlanir í framtíðini. Møguleiki verður at seta spurningar til nevndarlimirnar.

[object Object]
Stjørnan er als ikki ta stórveldi, sum liðið var um aldarskifti og í 00'unum. Tóra Eliasen er ein av teimum klaksvíkskvinnunum, sum veruliga hevur gjørt vart við seg seinastu árini (Sanvsmynd: Sverri Egholm)

Stjørnan & Team Klaksvík skriva eisini, at spurningar um tilgongdina eisini kunnu sendast skrivliga.

Hondbóltsfeløgini í Klaksvík hava seinastu árini samstarva um ungdómsvenjarar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2025

48 Leygardagur 08. mars 2025

Elsa Egholm skiftir til danskan hondbólt

21-ára hoyvíkskvinnan verður eftir summarfrítíðina liðfelagi við Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen í Ajax - møguliga í bestu donsku deildini

Fyri fyrstu ferð sum vaksnamannaspælari skal landsliðsbakkurin ikki spæla fyri H71 (Savnsmynd Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ajax København er eitt av feløgunum, sum nógvir føroyskir spælarar hava verið í. Í løtuni spæla tvíburasystrarnar Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen við felagnum, sum stríðist fyri at flyta upp aftur í bestu donsku deildina.

Eftir summarferiuna fáa tær ein landsliðsliðfelaga, og fyrrverandi H71-liðfelaga, aftur at sær. Talan er um Elsu Egholm, sum higartil bert hevur spælt vaksnamannahondbólt við barndómsfelagnum í H71.

21-ára gamli sterki verju-og bakspælarin hevur spælt 22 A-landsdystir og var við til EM-endaspælið í vetur. Hon skal nú royna seg uttanalands; tí í rímiliga kendum umhvørvi og við einum venjara  sum Elsa hevur havt áður. Talan er um Martin Grønmann, sum var venjari hjá Elsu Egholm og Janu Mittún, tá tær fyri nøkrum øðrum árum síðani gingu á KIES (Københavns Idrætsefterskole) og spældu fyri FIF.

- Eg eri ógvuliga fegin um, at Elsa kemur til felagið. Hon hóskar ógvuliga væl til leikháttin, og er hon ein spælari, ið altíð gevur alt og fer at styrkja um venjingarumhvørvi. Eg var venjari hjá henni í eitt ár, tá hon gekk á KIES og spældi í FIF í eitt ár og gleði meg at vera tað aftur.

Sjálv sær føroyski landsliðsspælarin fram til fram til at menna seg víðari og gera mun í Ajax, sum í løtuni er á 3. plássi í næstbestu donsku deildini. Elsa Egholm undirstrikar, at hon kennir nakrar av spælarum, og harvið hvussu mentanin er.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2025

49 Leygardagur 08. mars 2025

Súna Krossteig Hansen hevur longt við Skanderborg

- Eg eri vísur í, at vit als ikki hava sæð hennara hægst møguliga stig enn vegna skaða, sigur venjarin hjá felagnum, sum stríðist fyri plássinum í bestu donsku deildini

Súna Krossteig Hansen varð rakt av skaða í heyst, men 24-ára gamli føroyski bakspælarin er stórur partur av ætlanunum hjá Skanderborg (Mynd: Skanderborg Håndbold / Erik Laursen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Súna Krossteig Hansen skifti síðsta summar úr Ajax København til Skanderborg Håndbold. Føroyski landsliðsprofilurin fekk ein skaða í økilin í Føroyum síðst í september, og harvið varð heysthálvan nakað órógvað hjá Súnu. 

Nú hevur 24-ára gamla havnarkvinnan verið órógvað av sjúku, men hon hevur eisini longt sáttmálan.

- Súna er ein ógvuliga umráðandi spælari fyri okkum. Tíverri varð ein stórur partur av heysthálvuni oyðiilagdur orsakað av einum skaða í øklinum, men hon hevur víst, at tá hon er til reiðar, so ger hon mun. Hennera royndir í bestu deildini og serliga hennara "mann móti mann-spæl" hevur skaða mótstøðulið. Eg eri vísur í, at tá Súna fer eitt longri tíðarskeið uttan skaðar, so hava vit ikki slett ikki sæð hennara hægsta stig enn. Vit gleða okkum til, at at vera við at menna Súnu meira - bæði í álopi og í verju.  

Hetta sigur Kim Johansen, høvuðsvenjari við heimasíðu felagsins, sum fegnast um nýggja sáttmálan. Hann er galdandi fyri 2025/2026 kappingarárið.

Í løtuni koyrir ikki so væl hjá jútska felagnum, sum er næstaftast í bestu donsku deildini - eitt stig frá aftasta plássinum sum gevur beinleiðis niðurflyting. 

Súna Krossteog Hansen ivast tó ikki sjálv í, at tað var tað rætta at leingja sáttmálan: 

At halda fram í Skanderborg hevur verið ein nátúrlig og rætt avgerð fyri meg. Felagið gevur mær tær bestu rammurnar fyri at menna meg - bæði sum spælari og menniskja - og eg trívist ógvuliga gott her. Sterka venjingarmentanin er eitt av teimum mest umráðandi, har eg hvønn dag kann møta til nakað professionelt og við greiðari ætlan,  har eg kann blíva avbjóða til at rak mítt hægsta stig. Harafturat merkir tað nógv fyri meg, at tað eru góð fólk kring liðið - á og uttanfyri vøllin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

50 Leygardagur 08. mars 2025

Marita og HØJ hava tryggjað sær uppflyting

23-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði trý mál í sigrinum á Ringsted, og fýra umfør fyri tíð er plássið í bestu donsku deildini tryggjað. Zachariasen-tvíburarnir kunnu eisini flyta upp

Marita Mortensen og HØJ hava havt eitt gott kappingarár (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í HØJ Elite satsa tey. Pauli Jacobsen og mansliðið eru á odda í næstbestu deildini, og við einum "dagsins spælara-avriki" í Ølstykke leygardagin var føroyski landsliðssplælarin við at fáa uppflytingina nærri.

Tað er tó tætt enn hjá monnunum, men hjá kvinunum er uppflytingin longu í hús. Hetta kom hon í fjórðseinasta umfari leygardagin . HØJ tók ímóti TMS Ringsted og vann trygt 30-22.

Marita Mortensen skoraði trý mál í dystinum. Landsliðsbakkurin hevur spælt við HØJ seinasta stóra árið, og hevur liðið verið ógvuliga sannførandi.

Næsta ár liggur tað til, at 23-ára gamla hoyvíkskvinnan fær dystir í fremstu donsku kvinnudeildini, har longu eru sjey føroyskir landsliðsspælarar.

Lív, Vár og Ajax bjóða eisini av:

HØJ hevur tikið einasta beinleiðis uppflytingarplássið. Nummar 2 og 3 skulu spæla um tað, og nú fýra umfør resta í, er Ajax København á 3. plássi.

Fleiri føroyskir spælarar hava verið í hesum felagnum. Í ár hava tvíburarnir Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen spælt fyri høvuðsstaðarfelagið. Báðar eru komnar fyri seg eftir álvarsamar knæskaðar, og 22-ára gomlu hoyvíkskvinnurnar gera vart við seg.

Tær eru verjuserfrøðingar men kunnu veruliga eisini í álopinum. Vár hevði ein góðan dag á strikuni leygardagin, og skoraði fimm mál í týðandi 29-27 sigrinum á Randers.

Lív, Vár og Marita eru allar komnar til Føroyar til venjingar. Tær eru týðandi í fyrireikingunum til HM play-off dystirnar móti Litava í apríl. 

[object Object]
Vár Bentsdóttir Zachariasen av strikuni fyri H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2025

51 Leygardagur 08. mars 2025

Tað helt heim hjá HB

B68 kom afturum 3-0 í Gundadali, svaraði aftur og kundi væl fingið stig burturúr, men liðið hjá Sormani stóð eftir við øllum

HB sá út til at hava tamarhald á støðuni, men B68 vísti eitt ávíst mótsstøðuføri í Gundadali (Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti dysturin í Betrideildini 2025 var sanniliga ikki óáhugaverdur. HB vísti stóran kaldleika og skoraði trý mál uppá ikki nógv meira enn trý skot. Ári Mohr Jónsson sló beinanvegin til við høgra beininum av brotsteigarmarkinum, síðani Sammy Skytte – ið heilt tíðliga avloysti skadda Heina Fossdalsá Sørnsen – og til seinast Leivur Fossdal Guttesen við góðum vinstrabeins skoti.

Fyrsta málið var ivasamt verjspæl, og tað næsta eitt málmansdropp hjá Tórði Thomsen. B68 fall tó ikki í fátt. Útiliði hevði hótt uppá serliga deyðbóltar, ið HB sær út til at vera ógvuliga veikt í. Í 40. minutti eydnaðst á skora, tá Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson ikki avgreiddu eina støðu, og eyðsýndi Hanus Højgaard smekkaði ein leysan bólt niður í longra horna.

Tveir minuttir seinni: Aftur ein bóltur inn í brotsteign frá Bárði Ólavsson Jensen í vinstru. Sviin Emanuel Kulego vann luftdystin og breint framman fyri málinum var Sebastian Lau Nielsen nógv meira árvakin og knappur enn nýggi lettiski HB-miðverjin Klavs Kramens.

So var 3-2, og 2. hálvleikur var eitt stríð fyri HB at halda fast. B68 spældi í løtum við stórari orku og nógvir – serliga ungir spælarar – vísti góðar taktir og nógva orku. Tað vantaði tó seinasta skerpni.

Har vóru tvær deyðbóltsstøður, har HB júst fekk ruddað burtur, B68 helt seg eita eitt brotsspark, og einaferð tá innskift Martin Klein Joensen trýsti nýggja HB-málvrjan, Reinis Reinholds, átti innskifti Marjus Nón haft revsað mistakið. Í yvirtíðin fekk Hanus Højgaard góða sending frá Tóka á Lógv, men skotið var mitt á málverjan.

HB hevði hinvegin lítið at bjóða uppá frameftir, og hjá liðnum hjá Sormani snúði tað seg um at stríða stigini inn í HB-húsið. Hetta eydnaðist. Fleiri ting fyrsta partin av dystinum vóru góð, men hepni var samanumtikið eisini við teimum reyð-svørtu, ið skulu betra um ymiskt

Sí myndirnar frá dystinum her

[object Object]

Betrideildin, 1. umfar
Fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2 
04' 1-0 Ári Mohr Jónsson (Heini Sørensen)
25' 2-0 Sammy Skytte (Mathias Voss)
38' 3-0 Leifur F. Guttesen
40' 3-1 Hanus Højgaard
42' 3-2 Sebastian Lau Nielsen (Emanuel M. Kulego)

Komandi dystir:

Sunnudagin 9. mars kl. 14: FC Suðuroy - EB/Streymur
Sunnudagin 9. mars kl. 14.45: TB - Víkingur
Sunnudagin 9. mars kl. 15: NSÍ - B36
Sunnudagin 9. mars kl. 15: KÍ - 07 Vestur

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

52 Leygardagur 08. mars 2025

HB endurvann stórsteypið

Nýggju spælararnir, Dan í Soylu og Emil Grønn Petersen, skoraðu málini í 2-0 sigrinum á føroyameistarunum úr Víkingi. Vindur og árstíðin sum heild settu dám á dystin

Dan í Soylu er aftur í reyðum og svørtum, og skoraði miðvallarin við beinleiðis hornasparki í fyrra hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í nógvum vindi spældu Víkingur og HB ein hálvvánaligan dyst um Lions stórsteypið leygarkvøldið. Tað sást væl, at tað var 1. mars, og at liðini skulu ordiliga í gongd.

Víkingur er í gongd við tilveruna uttan Geza David Turi á miðvøllinum. Henda dagin manglaði Ari Olsen eisini á bakkinum, umframt at bæði Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen byrjaðu á bonkinum. Teir ljósabláu høvdu bóltin nógv, men høvdu trupult við at skapa málmøguleikar á degnum móti einum ógvuliga verjukendum HB-liði, sum spældi við fimm verjuspælarum. Tó uttan skaddu Bartal Wardum og Ása Dam.

HB skoraði, fyrstu ferð liðið var nær við nakað. Talan var tó ikki um ein veruligan málmøguleika. Dan í Soylu, ið er komin aftur úr KÍ, sendi horna inn úr vinstru, vindurin tók bóltin nakað og snýtti Bárð á Reynatrøð.

Leirvíkingurin hevði ikki tann besta dagin í málinum hjá føroyameistarunum, og í 48. minutti fekk Emil Grønn Petersen bóltin framvið honum. Nýggi norski áleyparin hjá HB varð sendur avstað í høgru, og úr spískum skeyt bóltin millum beinini á Atla Gregersen og niður í longra málhorn.

Víkingur royndi at leggja trýst á, og hóast Olaf Bárðarson eina løtu gav meira bit í, so vardi HB væl fyri tingunum, og tað endaði 2-0.

Annað árið at rað at liðið hjá Adolfo Sormani vinnur stórsteypið.

Stórsteypadysturin hjá monnum 2025
HB (steypavinnari) - Víkingur (føroyameistari) 2-0 (1-0)
26' 1-0 Dan í Soylu
48' 2-0 Emil Grønn Petersen

Landskappingin í Betri Deildini byrjaði aftur í gjárkvøldið, tá HB tók ímóti B68.

Hinir dystirnir í fyrsta umfari eru hesir:

Sunnudagin kl. 14: FC Suðuroy - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 14.45: TB - Víkingur
Sunnudagin kl. 15: KÍ - 07Vestur
Sunnudagin kl. 15: NSÍ - B36


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

53 Leygardagur 08. mars 2025

Stóruppgerðir longu í 1. umfari

Løgmanssteypið: Steypavinnararnir HB taka móti KÍ, meðan Víkingur og NSÍ bresta saman

Teitur Matras Gestsson, sum lyfti Løgmanssteypið í november, og Heðin Arge frá Televarpinum. Fyrrverandi HB-málverjin trekti KÍ sum mótsstøðulið til sínar gomlu liðfelagar (Skíggjamynd/Televarpið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint eftir stórsteypadystin á Tórsvølli leygardagin var lutakast til tvey tey fyrstu umførini í kappingini um Løgmanssteypið.

Og tað var av álvara eitt spennandi lutakast, sum nú givni liðformaðurin hjá steypavinnarunum í fjør trekti fyri Televarpið. 

Teitur Matras Gestsson fekk para síni fyrrverandi feløg HB og KÍ saman. Hesi hittust eisini í fyrsta umfari í fjør, og er tað av álvara HB, ið hevur yvirtakið í steypakappingini móti KÍ og samanlagt í hesi kappingini seinastu árini.

[object Object]
HB var omaná, tá arvafíggindarnir hittust í Klaksvík flaggdagin í fjør. Eftir hendan dystin fekk venjarin, Haakon Lunov, sekkin 

[object Object]HB endaði kappingarárið við Løgmanssteypinum, og var hetta tað seinasta Teitur Matras Gestsson gjørdi sum fótbóltsspælari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ skulu eisini bresta saman tíðliga í apríl. Tað verða føroyameistararnir, sum taka ímóti styrktum NSÍ-liði í Sarpugerði, og lagt er upp til stóruppgerð.

Kappingin um Løgmanssteypið 2025
Áttandapartsfinalur, 1. umfar:
FC Hoyvík - B71
Skála - TB
B68 - ÍF
Víkingur - NSÍ
AB - FC Suðuroy
HB - KÍ
07 Vestur - B36

Dystirnir verða spældir mánakvøldið 7. og mikukvøldið 9. apríl

EB/Streymur er beinleiðis víðari við lutakasti. 15 lið eru, og tí eru bert sjey áttandapartsfinalur 

Fjórðingsfinalurnar síggja soleiðis út:

[object Object]
(Skíggjamynd/Televarpið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

54 Leygardagur 08. mars 2025

HB fingið royndan norskan áleypara í hópin

34-ára gamli Jonas Enkerud var sáttmálaleysur eftir eitt ár í bestu finsku deildini. Hann hevur spælt 48 dystir í bestu norsku deildini og 150 dystir í næstbestu deildini í heimlandinum

Jonas Enkerud hevur royndir frá góðum stigi (Mynd: HB / RS Media)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB-venjarin, Adolfo Sormani, ætlar í ár at spæla við tveimum áleyparum, og Jonas Enkerud er helst ætlaður til annað plássið.

Tað er í øllum førum ein áleypari við royndum, sum HB í vikuni hevur kunngjørt.

34-ára gamli áleyparin hevur spælt í trimum teimum fremstu deildunum í heimlandinum og í Finnlandi í fjør. Enkerud skoraði 6 mál í 27 dystum fyri Gnistan í 2024.

Hann hevur høgt tal í triðbestu norsku deildini (21 mál í 26 dystum) og í norsku steypakappingini (15 mál í 25 dystum).

[object Object] (Mynd: HB / RS Media)

Nýggi HB-spælarin hevur eisini víst, at hann kann fáa mál á hægri stigi. 40 mál og 27 upplegg í næstbestu norsku deildini fyri 151 sær fínt út; serliga tí Jonas Enkerud hevur verið nýttur sum innskiftari í ein mun.

Tað var hann eisini til tíðir fyri HamKam í bestu deildini í 2022 og 2023. Samanlagt var áleyparin við í 7 málum í 48 dystum í Eliteseriuni.

Júst HamKam er liðið, ið Enkerud hevur umboðað oftast sum vaksin. Har var Sammy Skytte til royndarvenjing í vetur - skjótt skulu teir spæla saman í Gundadali.

HB og Jonas Enkerud hava gjørt sáttmála fyri kappingarárið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

55 Leygardagur 08. mars 2025

Mjølnir vann á Fleyr í fimmsettara

Hotel Djurhuus-deildin: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-20, 23-25, 25-22, 22-25, 16-14)

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Við tveimum stigum ímóti finaluklára Fleyr, spældi Mjølnir seg í góða støðu at vinna bronsuna á ár, men kortini iðra klaksvíkingar seg um, at stigini ikki heldur gjørdist trý í gjár, tí í øðrum setti var Mjølnir á odda 22-15, men tapti kortini 25-23. Hetta var triði fimmsettarin í trimum dystum teirra millum í ár; teir báðar undanfarnu hevði Fleyr vunnið.

Mjølnir fekk flúgvandi byrjan upp á dystin og legði seg á odda 9-3 og 12-6, men fótaði sær kortini skjótt og kom upp á 12-13. Mjølnir hevði hug at draga frá aftur og legði seg á odda 17-13 og 20-17, men báðu ferðirnar svaraði Fleyr aftur og minkaði um munin til 16-17 og 19-20. Mjølnir gjørdi tá enn eitt hirs á seg og vann settið 25-20.

Annað sett lorkaði Mjølnir sær av hondum. Fyrst var Mjølnir á odda 10-5 og 16-11, men Fleyr bardi seg upp á 15-16, tá ið venjarin hjá Mjølni, Boban Ilic, tók leikbrá. Og tað hjálpti, tí Mjølnir vann næstu seks stigini upp í slag og legði seg á odda 22-15 og síðan 23-17. Men tað var kortini ikki nóg mikið, tá garvaða Anja Danielsen hjá Fleyr slapp framat servuni, sum Mjølnir ikki fekk bilbugt við – m.a. tvey ess – og endin varð, at Fleyr vann settið 25-23.

Mjølnir fall kortini ikki í fátt og fór framum 16-9 í triðja setti, men aftur hesa ferð mundi góða støðan hjá Mjølni farið fyri skeytið, tí Fleyr bardi seg upp á 16-17. Mjølnir helt tó fast um leiðsluna og vann settið 25-22.

Fjórða sett var javnt til 9-9, tá Fleyr vann seks stig á rað, meðan móttøkan hjá Mjølni var svikalig, tá ið Bára Leonsdóttir Mouritsen servaði. Fleyr fekk fýra settbóltar og skuldi brúka tveir av teimum, áðrenn settið var vunnið 25-22.

Fleyr legði betur fyri í javnbrótaranum og fór framum 4-0, men Mjølnir javnaði til 5-5 og fór framum 8-6. Fleyr javnaði aftur til 9-9, og síðani var ongantíð meira enn eitt stig á muni – ikki fyrr enn settið var liðugt, og Mjølnir hevði vunnið 16-14. Tað sá annars út til, at Fleyr fór at hóra undan dystarbóltinum, tá smassjið frá Anju Danielsen fór í verjuna og langt aftur um baklinjuna, men har fór Nicola Toftegaard tuskandi eftir honum og fekk hann afturum seg, so at Mjølnir fekk bóltin yvir um netið aftur, men tá ið Anja hesa ferð smassjaði, fór bólturin út av vøllinum.

Farna vikuskiftið vórðu tveir dystir spældir í Hotel Djurhuus-deildini. Í Trongisvági vann TB 3-1 (25-17, 21-25, 25-17, 25-20) á KÍF og í Havn vann Fleyr óvæntað 3-0 (25-23, 25-18, 25-20) á oddaliðnum SÍ.

Støðan í deildini er nú henda:

SÍ 33 stig
Fleyr 32 stig
KÍF 20 stig
Mjølnir 19 stig
TB 19 stig
Dráttur 0 stig

SÍ og TB hava spælt 13 dystir – hini liðini hava spælt 14 

Nú verður rættiligt brak í Klaksvík sunnudagin, tá Mjølnir í sínum seinasta dysti tekur ímóti TB. Vinnur Mjølnir dystin, so skal TB vinna á Fleyr í sínum seinasta dysti, sum er ímóti Fleyr í Trongisvági, fyri at fara fram um Mjølnir aftur, og KÍF, sum í verandi løtu liggur á bronsuplássinum, skal eisini vinna sín dyst á oddaliðnum SÍ, skulu Mjølnir ella TB ikki vinna bronsuna.

Dystirnir, sum eftir eru:
Sunnudagin 9. mars kl. 14: Mjølnir – TB í Badmintonhøllini í Klaksvík

Mánadagin 10. mars kl. 18.30: KÍF – SÍ í høllini í Kollafirði

Leygardagin 15. mars kl. 13: SÍ – Dráttur í Sørvági
Leygardagin 15. mars kl. 14.30: TB – Fleyr í høllini í Trongisvági


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2025

56 Leygardagur 08. mars 2025

SÍ vann 3-0 á Mjølni fyri triðju ferð

Polestar-deildin: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-23, 25-23, 25-11)

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Leingi hava vit vitað, at SÍ og Mjølnir fara at spæla FM-finalur í ár, men ikki hevur verið greitt, hvør skuldi hava heimavallarfyrimunin, um neyðugt verður við eini triðju finalu. Tað vita vit nú, eftir at SÍ sunnudagin vann 3-0 á Mjølni, sum tí ikki hevur møguleika at taka SÍ aftur á stigatalvuni áðrenn finalurnar, har spælt verður best av trimum dystum.

Fremsta liðið í landskappingini hevur heimadyst fyrst, og síðani hevur tvey’arin heimadyst. Vinna tey hvør sín dyst, so verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á heimavøllinum hjá liðnum, sum var nr. 1 í sjálvari landskappingini. Tó er ikki greitt enn, hvar SÍ fer at hava heimavøll.

25-23 í teimum báðum fyrstu settunum sigur, at settini vóru nokk so jøvn, men kortini hevði SÍ fyri tað mesta lítla yvirvág, tó at Mjølnir var frammanfyri 11-9 í øðrum setti, har SÍ skuldi brúka fýra settbóltar, áðrenn settið loksins var vunnið.

Men í triðja setti gekk milt sagt av skriðuni hjá Mjølni. Elias Petersen hjá SÍ legði fyri við tveimum serviessum, áðrenn triðja servan fór í netið. Fyrsta servan hjá Mjølni fór eisini í netið, og so átti Mileta Vesovic tørn at serva fyri SÍ, sum vann 10 (!) stig á rað, og har alt gekk eftir vild: servur, smassj og ikki minst blokkurin, sum vann hópin av stigum, til Phil Freere at enda ikki tímdi meira og smassjaði bóltin í gólvið hjá SÍ til støðuna 2-12. Hjá Mjølni var tó eingin vegur aftur, og SÍ vann so mikið sum 25-11.

Hetta var triði av teimum fýra dystunum teirra millum, sum SÍ hevur vunnið 3-0. Tann fjórða vann Mjølnir 3-2.

FM-finalurnar, sum eru best av trimum dystum, verða spældar seinni í mánaðinum. Fyrsti finaludysturin verður spældur í viku 12 (sum byrjar 17. mars) og annar dysturin 22. mars. Vinna liðini hvør sín dyst, verður triði og avgerandi dysturin spældur leygardagin 29. mars.

Hóskvøldið skuldi SÍ út í ein fimm settara (22-25, 25-19, 25-22, 23-25, 11-15) áðrenn oddaliðið vann dystin móti ÍF í Fuglafirði.

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 38 stig
Mjølnir 33 stig
ÍF 23 stig
Fleyr 20 stig
Ternan 0 stig

Hesir dystir eru eftir at spæla:

Leygardagin 15. mars: SÍ - Ternan í Sørvági
Leygardagin 15. mars: ÍF - Mjølnir í Fuglafirði

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2025

57 Leygardagur 08. mars 2025

Høvuðsstaðurin fær nýtt tíggjumannafar

Sámal Hansen hevur smíðað væl yvir hundrað bátar, og sum hann sjálvur sigur, so hevur hann mist talið

(Mynd: Jan Herman Hansen)
SkrivaÐ:

Jan Herman Hansen

Úrmælingurin innan bátasmíð, Sámal Hansen hevur just smíðað nýggjan Havnarbát til Havnar Róðrarfelag. Hetta er triði Havnarbáturin, sum Sámal Hansen hevur smíðað til Havnar Róðrarfelag í hesari øldini.

Sámal Hansen má sigast at vera tann mest royndi, núlivandi bátasmiðurin. Og í skrivandi stund er óvist, hvat nummar í røðini nýggi havnarbáturin er.

Sámal Hansen er útbúgvin maskinsmiður og hevur altíð verið sera fittur í hondunum og sera dunaligur til alt handaligt arbeiði. Sámal sleit ein part av síni barnaskóm í túninum hjá Andreas Hammer, bátabyggjara í Runavík, og har er helst áhugin fyri bátasmíði vaktur.

Fyrsti bátur Sámal, smíðaði varð tíggjumannafarið Kjølur til Kollafjarðar Ítróttafelag í 1997. Síðani smíðaði Sámal, Eysturoying til Kappróðrafelagið NSÍ í 1998, og hesin bátur var føroyameistari tvey tey fyrstu árini, hann róði. So ikki kann sigast annað enn, at byrjanin við bátasmíði hjá Sámali eydnaðist sera væl. Hann róði sjálvur við Eysturoyingi í fleiri ár, og man tað ikki vera eindømi at bátasmiður vinnur FM við sínum egna báti.

Fyrst í 2000 var ordrabókin hjá Sámali so mikið full, at hann valdi bátasmíð sum fulltíðarstarv. Sámal smíðaði fulla tíð í kjallara í Runavík í fleiri ár, men nú er tað bara hobby, sigur hann.

[object Object](Mynd: Jan Herman Hansen)

Sum skilst, er ein partur av manningin á nýggja Havnarbátinum, teir garpar sum seinasta kappingarár róðu við áttamannafarinum Tórsbátinum, og tað royndist sera væl hjá teimum. Teir vunnu, í harðari kapping við gøtuskeggar, allar stevnur í fjørð.

Í ár verða tað so Norðoyingur, Klaksvíkingur, Risin og Havnabáturin, sum fara at kappast í tíggjumannaførum við monnum. Spennandi verður at vita, hvussu leikur fer, og um tað vera norðanmenn ella sunnanmenn, sum fara avstað við FM 2025.

Sunnanmenn hava í øllum førum sagt, at teir fara eftir FM, og tað fara heilt víst allir norðanmenn eisini, so tað verður helst sum í Mannafelsdali sinni, tá norðanmenn og sunnanmenn brustu saman í bardaga. So er spurningurin, um tað vera menn norðanfyri ella sunnan fyri Hórisgøtu, og um tað verur Grønur ella Reyður kassi sum fara á sigurspallinum á ólavsøku, ella um tað kanska verur ein Risi við Kolli, sum fær steypið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2025

58 Leygardagur 08. mars 2025

Mettluttøka til FM í inniróðri

194 einstaklingar og 15 lið skulu kappast við Streymin leygardagin. Byrjað verður klokkan 10

Í 2021 vóru 124 rógvarar - nú táttar talið í 200. Aldurspennið fevnir sera breitt hesuferð, har tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár (Mynd: innirodur.rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

FM í inniróðri verður hildin í ítróttarhøllini við Streymin í dag, leygardagin tann 8. mars.

- Rógvimaskinan er ein sera sunnur háttur at íðka ítrótt á. Venjingin á rógvimaskinuni aktiverar 80 prosent av vøddunum í kroppinum, samstundis er tað ein sera mild ítróttargrein fyri beinagrindina og liðir. Tískil er rógvimaskinan sera væl egnað til bæði børn og aldrandi fólk.

Soleiðis skrivar innirodurrsf.fo. Har verður fegnast um, at tað, at so at siga øll kunnu rógva á maskinunum, sæst eisini aftur í tilmeldingunum til FM í inniróðri.

Tí talan er metluttøku til FM í inniróðri og væl og virðiliga tað. 194 einstaklingatilmeldingar eru, meðan 15 tilmeldingar til liðkappingina. Gamla metið er frá 2021, tá 124 rógvarar vóru. 

Øll startrøðin sæst her

Áhugin er sostatt stórur, og aldurspennið fevnir eisini sera breitt hesuferð: Tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár, upplýsir heimasíða hjá inniróðri í Føroyum.

Stigið burdi eisini verið høgt. Hetta vísa fimm føroysk HM-heiðursmerki í februar:

- Til HM í inniróðri seinasta mánaða vístu fleiri av føroysku rógvarunum, at vit hava íðkarar ið eru í heimselituni tá tað kemur til inniróður. Samlað fingu vit 5 heiðursmerkir til HM í ávíkavist 500 og 2000 metra teinunum.

Kappingarnar byrja klokkan 10 og enda áleið klokkan 18. Róðrarssambandið vónar sjálvandi at síggja nógvar áskoðarar til kappingarnar. Umstøðurnar hjá áskoðarum og rógvarunum eru góðar í lutfalsliga nýggju ítróttarhøllini við Streymin, har stórar glasfasadur eru út ímóti brúnni við Streymin.

- Hetta gevur eitt serstakt huglag, tá ein sær rógvararnar geva alt framanfyri tí vakra landslagnum við brúnna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2025

59 Leygardagur 08. mars 2025

Luitjen aftur NM-silvur

19 ára gamli føroyameistarin í talvi, Luitjen Akselsson Apol, er millum fremstu unglingatelvarar í norðurlondum

Luitjen Akselsson Apol (Savnsmynd: faroechess.com)
SkrivaÐ:

Innsent

Í NM-kappingini í Íslandi í februar endaði føroyameistarin nummar tvey í elsta flokkinum. Hann fekk fimm stig, telvað vóru seks umfør í øllum bólkum. Luitjen vann fýra talv, tvey endaðu jøvn.

Luitjen kappaðist við báðar íslendsku telvararnar í bólkinum um sigurin. Favoritturin, Aleksandr Domalchuk-Jonasson, vann. Hann er longu altjóða meistari, og táttar í 2400 í rating. Hann vann alt uttan talvið móti Luitjen, sum endaði remis.

Nummar trý var annar íslendski telvarin í bólkinum, Benedikt Briem, sum næstan hevur 2200 í rating. Til stuttleikar kann nevnast, at abbarnir hjá nummar tvey og trý í elsta NM-bólkinum hava telvað sínamillum í síni tíð. Tað var í fyrsta landsdystinum millum Ísland og Føroyar í Reykjavík í 1975. Tá vann táverandi føroyameistarin, Luitjen Apol – abbi núverandi føroyameistara við sama navni – á Stefan Briem, abba Benedikt Briem. Tað var eitt av fáu talvunum í dystinum yvir tíggju borð, sum føroyingar vunnu móti sterka íslendska liðnum.

Annars er at siga, at annað føroyska umboðið í hesum flokkinum var Rógvi Heinason Olsen – sonur fleirfalda føroyameistaran Heina Olsen. Rógvi stóð seg væl, og fekk hálvtriðja stig á áttanda plássi. Rógvi var styrkismettur nummar tíggju. Rógvi vann óvæntað føroysku úttøkukappingina, og tað kostaði Jón í Horni Nielsen plássið í Íslandi.

Hetta er triðja ferðin, at Luitjen Akselsson Apol er næstfremstur í NM-kappingum í unglingatalvi. Tað var hann eisini í fjør, og í 2019, tá í lægri aldursbólki. Tvær ferðir hevur hann verið nummar trý – í 2021 og 2023. Enn hevur ikki eydnast honum at vinna, men hann hevur ein møguleika aftrat, tí um eitt ár kann hann kappast fyri seinastu ferð, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum.

[object Object]
Bestu ungu telvararnir í norðurlondum í løtuni. Luitjen Akselsson Apol í bláum 

Luitjen – og so hini

Tað er ikki yvir at dylja, at føroyameistarin skarar framúr av okkara yngri telvarum. Hann er tann einasti, sum er mentur at gera seg galdandi í norðurlendsku kappingunum. Føroyar eru kortini umboðaðar í øllum aldursflokkum saman við hinum norðurlondunum, ið eisini hava tveir telvarar í hvørjum flokki.

Føroysku telvararnir avrikaðu yvirhøvur í góðum samsvari við styrkitalið og styrkismetingina. Í B-bólkinum endaðu føroysku umboðini á tíggjunda og ellinta plássi, sum teir eisini vórðu styrkismettar at enda. Í C-bólkinum høvdu okkara telvarar lægri styrkitøl enn hinir tíggju telvararnir, og teir endaðu á aftastu plássunum í bólkinum. Nakað tað sama gjørdi seg galdandi í D-bólkinum, har eydnaðist øðrum av føroysku telvarunum at troka ein við hægri styrkitali av. Soleiðis var eisini í yngsta flokkinum.

Í løtuni røkist tí lítið fyri, at føroyskir unglingatelvarar fara at vinna heiðursmerki í norðurlendsku kappingunum komandi árini uttan so, at onkur av teimum yngstu fer at taka seg nógv fram. Føroyar hava fyrr vunnið heiðursmerki í hesum kappingunum, nevnast kunnu Flóvin Tór Næs og Olaf Berg, og ikki at gloyma Helgi Dam Ziska, sum sigraði bæði í U-16 bólkinum og U-20 bólkinum fyri teir elstu.

Spennandi verður, um Luitjen ger honum kynstrið eftir um eitt ár. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025

60 Leygardagur 08. mars 2025

Billard FM: Klaksvíkingar ringir at taka

Nú tað líðir væl við FM kappingini í billard liggur Klaksvíkar Billardfelag klárt á odda

Frá millumfelagskapping í billard, her dystast Havnar Billardfelag og Klaksvíkar Billardfelag í 2. deild
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vit taka neyvan munnin ov fullan við at siga, at klaksvíkingar verða ringir at taka, nú fáir dystir eru eftir í føroyameistarakappingini í billard fyri lið.

Klaksvíkar Billardfelag 1 við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen liggur í løtuni við sínum 46 stigum heili 11 stig framman fyri Havnar Billardfelag 1 við 35 stigum, sum tó hevur spælt eitt umfar minni. Á triðja plássi liggur Tvøroyrar Billardfelag 1 við 33 stigum, men einum umfari meira enn havnarliðið. Síðani er langt niður til hini feløgini - Billardfelag Fuglafjarðar við 23 stigum, Klaksvíkar Billardfelag 2 við 21 stigum og Skálafjarðar Billardfelag við 18 stigum øll liðið við einum umfari færri.   

Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er verandi føroyameistarin fyri staklingar, Ólavur Kjølbro, sum hálar flestu stigini heim til Klaksvíkina. Makkarin, Urbanus Olsen, er tó væl og virðiliga við til at tryggja Klaksvíkini enn eitt gull í billard.

Hóast Havnar Billardfelag liggur á einum øðrum plássi og hevur eitt spæliumfar minni, so skal veruliga nógv til fyri at taka klaksvíkingar aftur.

Hyggja vit eftir samlaðu eygunum fyri allar dystir, so liggur Klaksvíkar Billardfelag 1 eisini greitt á odda við 27,04 eygum í miðal. Nr. 2 er Havnar Billardfelag 1 við 24,64 eygum, og nr. 3 er Billardfelag Fuglafjarðar 1 við 22,45  eygum.  

Hyggja vit eftir hvørjum spæli sær, so er sera tætt millum tær báðar billardkempurnar, Ólav Kjølbro og Páll Hera Nolsøe. Her hevur Páll Heri munin í stigum, meðan Ólavur hevur munin í eygum, tó at teir eru ómetaliga javnir. Páll Heri hevur 28 stig og Ólavur 27 stig. Hvat eygunum viðvíkur hevur Ólavur 32,95 og Páll Heri 32, 69 í meðal. Sum nr. 3 liggur Bjarni Skaalum við 26.40 eygum. Hann hevur spælt fyri  Billardfelag Fuglafjarðar í nøkrum av dystunum. Bjarni gjørdist føroyameistari í billard fyri nógvum árum síðani, og er nú aftur so smátt við at blanda seg millum teir fremstu.

Besta einstaka umfarið í FM kappingini eigur Páll Heri Nolsøe við 286 eygum.

Í 2. deild liggja liðini hjá Havnar Billardfelag á 1. og 2. plássi, við ávikavist 52 og 44 stigum, meðan Tvøroyrar Billardfelag 2 er nr. 3 við 43 stigum. 

Í 3. deild verða semifinalur spældar í næstum. Í aðrari spæla tvey av liðunum hjá Fuglafirði og í hinari møtast Tvøroyri og Havnin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2025