Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 05. apríl 2025 | Nr. 14 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Stjórin á Vaðhorn: - Vit fiska á Føroyabanka í ringastu tíð

SíÐa 2

1 Leygardagur 05. apríl 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Verður tunnilin egg ella ungi?

Stríðið fyri at tryggja suðuroyingum eina fasta farleið undir Suðuroyarfjørð til miðøkið er komið inn í eina avgerðandi fasu.

Verður Suðuroyartunnilin egg ella ungi?

Løgmaður hevur, saman við tunnilsfelagnum og stjóra tess, argumenterað áhaldandi fyri eini loysn, sum so at siga ongin er glaður fyri, tí hon als ikki tekur atlit til náttúruna, og leiðir bilaferðsluna á Sandoynni gjøgnum ótrygt fjallalendi í yvir 100 metra hædd fyri at koma til næsta tunnilsmunna - nakað, sum ongin fegnast fyri.

Grundgevingarnar hjá løgmanni og tunnilsfelagið eru, at jú styttri undirsjóvartunnilin er, tess tryggari verður hann at bora og tess meira sannlíkt er tað, at henda risastóra verkætlanin er fíggjarliga forsvarlig - vit kundu eisini sagt haldfør. Henda grundgevingin tykist vera nóg sterk til, at skilafólk annars eru sinnað at seta øll náttúruatlit til viks og ístaðin velja loysnir, sum okkara eftirkomar so eftirtrykkiliga fara at háða okkum fyri.

Haldføri er mest brúkta mótaorð - buzz word - í føroyskum politikki í løtuni.

At fáa skil á fíggjarliga haldførinum var fremsta lyftið hjá Framsókn undan seinasta løgtingsvali, og nú ger floksforkvinnan, sum eisini hevur ábyrgdina av fíggjar- og búskaparmálum landstýrisins greitt, at tað verður ongin tunnil til Suðuroyar boraður so leingi vit ikki hava fingið loyst átroðkandi avbjóðingarnar við fíggjarliga haldførinum.

Løgmaður, sum treiskliga hevur víst á, at ‘langsiktað’ loysir tað seg betur við einum kostnaðarmiklum Suðuroyartunnli, enn at halda fram við fergurakstrinum, tykist eisini at hava hug at draga í land, kanska tí at hann ikki hevur undirtøku fyri síni ætlan í samgonguni.

Nú sigur hann enntá, at Suðuroyartunnil kann verða ein forðing fyri, at aðrar ætlaðar íløgur kunnu fara ígongd. Hann nevndi enntá tvær teirra: Nýtt vaktar- og bjargingaskip og tjóðpallin.

Eisini Landsbankin er farin at tala at, og sigur, at Føroyar ikki hava ráð til at fara undir at bora ein tunnil til Suðuroyar. Haldførisavbjóðingarnar gera tað ikki møguligt, verður sagt.

Vaksandi talið av eldri borgarum hevur við sær, at útreiðslurnar til heilsuverk, pensjón og eldrarøkt fara at økjast nógv í komandi árum. Hendan avbjóðingin má loysast áðrenn farið verður at hugsa um eina so stóra verkætlan, verður sagt.

Og ímeðan gerst alheims støðan alt meira ótrygg. Amerikanski forsetin hevur í enn einum frælsisgerandi MAGA herðindi einsamallur gjørt av, at áseta eyka toll á øll heimsins lond, sum selja vørur til USA.

Í løtuni er tað ongin, sum rættiliga veit, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða. At fara í handilskríggj við sínar nærmastu grannar og sameindu var ikki nakað, sum nakar helt vera ein møguleiki fyri bara fáum mánaðum síðani.

Og í løtuni er tað onki, sum bendir á, at átøkini hjá Trump fara at gagna alheims búskapinum, helst tað øvugta.

Hetta kann tí eisini koma at gera sína ávirkan galdandi herheima, ikki minst tá avgerð skal takast um at fara undir eina tunnilsboring so umfatandi, sum ongin hevur sæð ella roynt fyrr.

Tað er ikki vist, at tíðin arbeiðir fyri einum Suðuroyartunli.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2195

    Lisnar síður: 9670

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    redaktion@knassar.fo



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    ingi@knassar.fo

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    borgar@knassar.fo

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 05. apríl 2025

Stjórin á Vaðhorn: - Vit fiska á Føroyabanka í ringastu tíð

Hóast Vaðhorn roynir at selja bankatoskin sum serliga vøru, ið skal geva betri prís enn vanligur toskur, eydnast tað ikki nóg væl. Stjórin á saltfiskavirkinum fílist á, at toskurin verður fiskaður í ringastu tíð, og at hann tí er slánur

Jógvan Gregersen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Myndir: Jens Kr. Vang

Á Hulki á Strondum er nógv virksemi. Øll parkeringsplássini eru tikin, tí byggiarbeiði er í gongd á lítlu bryggjuni, har eitt skip eisini liggur við kei, sum helst hevur leverað fisk til fiskavirki á Hulki: Vaðhorn. Og á Vaðhorn koyrir virksemi eisini við rúkandi ferð. Fiskur, sum er keyptur úr Noregi og tinðnaður, verður saltaður og gjørdur klárur at senda av landinum. Ein fittur partur av fiskinum, sum tey á Vaðhorn levera til Italia og Spania, er keyptur úr Íslandi og Noregi, tí at føroyski flotin fiskar ikki nóg mikið til virksemið hjá virkinum.

[object Object]

Men seinastu tvey árini hevur virkið havt eina heilt serliga føroyska vøru at bjóða. Síðani Føroyabanki lat upp aftur í 2021, hevur familjufyritøkan á Strondum arbeitt við at selja bankatoskin sum eina serliga vøru. Og hóast bankin hevur verið heilt stongdur síðani 2008, hava kundarnir hjá Varðhorn ikki gloymt góða fiskin.

- Toskurin á bankanum var so at siga vekk frá 2008 til 2023, men allir minnast hann, sigur Jógvan Gregersen, sum hevur verið stjóri á Vaðhorn síðani 2001 og partaeigari síðani 2007. Í so máta rennur salt í lívsæðrinum hjá gøtumanninum, hvørs abbi byrjaði at framleiða saltfisk. Men hann greiðir frá, at tað serliga við hesi vinnuni er, at nógvir av kundunum eisini reka fyritøkur, sum hava verið í familjuni í fleiri ættlarlið. Og søgan um toskin av bankanum hevur eisini gingið ætt í ætt í Italia.

- Teir siga tað, at hesin fiskurin hevur ein heilt serligan smakk. Eg veit ikki um ein føroyingur hevði smakkað tað, greiðir Jógvan frá.

[object Object]

Hóast stjórin á Vaðhorn sær møguleikar í at selja Føroyabanka toskin sum serliga vøru, hevur fiskiskapurin ikki bara verið góður hesi seinastu árini. Jógvan fílist á, at toskurin verður ikki fiskaður tá hann er best fyri.

- Fiskurin er for rak. Ein triðingur ella meira av tí er slánur, og tað er eitt sindur keðiligt, sigur stjórin á Vaðhorn.

Fiskurin við teimum serligu ílegunum

At bankatoskurin er serligur er ikki bara reyp. Millum landgrunnin og Føroyabanka er bankarennan, ein 900 metra djúp gjógv, sum sýgur kaldan streym við eins stórari megi og allar heimsins áir samanlagt. Baknarennan ger, at toskurin á bankanum er isoleraður í heitari vatni enn á landgrunninum. Serligu umstøðurnar hava gjørt, at toskurin hevur útviklað heilt serligar eginleikar: Hann veksur skjótari enn annar toskur, hann er feitari og hann hevur ljósari skræðu, sum er tillagað serligu umstøðunum á botninum á bankanum. Fiskurin á bankanum er ávirkaður av umstøðunum, sum gjøgnum tíðarinnar úrreiving hevur gjørt fiskin serligan. Tá vísindafólk hava alt fiskin í kørum fyri at samanera hann við annan fisk, var úrslitið, at fiskurin eisini har var ymiskur frá vanliga toskinum.

- Í gjár var ein maður inni á gólvinum her, sum hevði verið við Jákup Sverra. Hann vísti mær mynd av einum trý ára gomlum toski av landgrunninum og einum av bankanum, og tann av bankanum var nógv størri, greiðir Jógvan frá.

[object Object]

Serligu eginleikarnir hjá hesum undarliga toskinum geva honum serligt gastronomiskt tekki, og seinastu árini hava matstovur Heima í Havn skipað fyri bankakvøldum. Í hugnaligu hølunum á Barbaru og Áarstovu verður bankatoskurin, sum havransóknarstovan hevur fingið á yvirlitstrolingum, borðreiddur aftur við eitt nú víni úr Chablis. At júst hettar hvítvínið er so væl egnað til fisk av Føroyabanka skal eitast at vera tí, at jarðfrøðiligi botnurin á bankanum minnir um lendið í Bourgogne, har drúvurnar til Chablis vaksa.

Men at føroyingar ikki hava sett nóg stóran prís uppá bankatoskin er eisini ein sannroynd. Fiskimenn hava greitt frá, at fiskurin ofta ikki varð flokkaður fyri seg sjálvan, og tá stovnurin var væl fyri fyrst í hesi øldini, byrjaði veruligt rovfiskarí. Sambært tølum hjá ICES, var miðalúrtøkan úr stovninum frá 1986 til 2007 1.700 tons við ógvuliga stórum sveiggjum. Miðaltalið var í sama tíðarskeiði var 1.300 tons. Men árini áðrenn 2008 var ov nógv fiska úr stovninum, og eftir at 5.600 tons høvdu verið fiskað í 2003, minkaði fongurin støðugt niður í 450 tons í 2007, tá avgerð varð tikin um at friða bankan heilt.

[object Object]

Jógvan Gregersen sigur, at tað sum gekk fyri seg seinastu árini áðrenn stovnurin breyt heilt saman, var burtur úr vón og viti.

- Tað varð ringt til fiskimálaráðharran frá saltfiskavirkjum at fáa hann at steðga fiskiskapinum, tí at so nógv varð fiskað, greiðir Jógvan frá.

- So nógv varð fiskað, at prísurin fór í botn og til endan var onki eftir, greiðir hann frá.

At stovnurin spakuliga er komin fyri seg seinastu árini ber seinasta ráðgevingin hjá ICES boð um. Meðan mælt varð til at fiska 78 tons í 2023 og 2024, verður í ár mælt til at fiska 512 tons. Men Jógvan greiðir frá, at tey ikki hava torað at satsa alt ov nógv uppá toskin tí at so lítið er til av honum enn, og tí at man ikki veit hvussu verður við lívfrøðini næstu árini.

- Vit vita ikki hvussu longi fiskurin verður her, so vit hava kanska verið eitt sindur varin, greiðir hann frá.

[object Object]

At fiska í mánaðunum við R

Saltfiskavirksemið er føroyskt familjuvirksemið, men meðan tað at arbeiða saltfisk er kanska tað mest bygdasliga, ein landkrabbi úr høvuðsstaðnum kann ímynda sær, er talan samstundis um altjóða handil við sambondum út í heimin. Millum rokið á keiini og teldurnar í kóntórrúminum á Vaðhorn, mala feðgar, brøður og systkinabørn hvør um annan. Stríðið í kaffirúminum snýr seg helst um Víking og NSÍ, tí meðan Gregersen familjan er rættilig Víkingafamilja, er svágurin hjá Jógvani NSÍ-legendan Jens Martin Knudsen, sum sjálvur eisini eigur lut í fyritøkuni.

Men samstundis sum prátið gongur um føroysk fótbótlslið, verður tosað við allan heimin. Meðan Jógvan tosar í fundarhølunum á Hulki ringir telefonin bæði úr Noregi og Niðurlondum, har agentar siga frá nýggjastu tíðindunum um prísin á marknaðinum. Og tað skilst á øllum brøgdum, at tað skal ganga skjótt: “Hasin hevur ringt 50 ferðir bara í morgun,” sigur Jógvan, tá hann er liðugur at tosa við ein av agentunum.

Síðani Vaðhorn aftur fór at hagreiða bankatosk og hevur arbeitt við at selja hann sum eina vøru í serflokki, hava tey tó havt nakrar trupuleikar.

- Vit fiska toskin í ringastu tíð. Tað er eitt sindur kiksað. Tað var gamalt, at man skal fiska í teimum mánaðunum, sum hava “r” í, men tað gera vit ikki, sigur Jógvan. Hann sipar til meginregluna um, at toskur er best at fiska frá oktober til í seinasta lagið apríl, sum eru teir mánaðarnir, sum hava bókstavin “r” í navninum. Men síðani bankin varð latin upp aftur, hava politikkarar valt, at onki skal fiskast í gýtingartíðini hjá toski, og tí verður bara fiskað frá 1. juni til endan av árinum. Og tá tað er útróðrarflotin, sum hevur fingið tann størsta partin av døgunum, er avmarkað hvussu nógv kann fiskast teir síðstu mánaðarnar í árinum, tá veðrið kann vera ov ringt til fiskiskap á lítlum fiskifari.

- Fiskurin verður fiskaður eftir gýting, men tá er ryggurin vekk, og tað er eitt sindur keðiligt, greiðir Jógvan frá.

- Marknaðurin vil gjarna gjalda meira fyri ein bankatosk enn allan annan tosk, men tá skal hann vera í góðum formi. Onkur grenjaði í fjør um, at fiskurin var ov tunnur, og tað er øgiliga keðiligt. Tá verður vøran ikki tað serliga, sum hon skuldi vera, greiðir hann víðari frá.

- At fiska toskin frá desembur, januar og februar er tað besta. Tá er hann perfektur, og tað ávirkar prísin. Tað ger eisini, at vit fáa ikki nokk fyri fiskin, men vit fáa heldur ikki goldið serliga nógv fyri hann av tí sama, greiðir hann frá.

[object Object]

Avbjóðingarnar hava fingið Jógvan at hugsað um aðrar møguleikar, men eisini teir hava síni lýti.

- Skal man loyva frystilínuskipunum at fiska tað? Tað er eitt sindur ringt at selja tað sum nakað serligt, um fiskurin er frystur, greiðir Jógvan frá og leggur afturat, at frystilínuskipini bara hava tveir dagar sum nú er, og tí koma teir ikki beint aftur við honum, tí at tey skipini fiska til lastin er full.

- Kanska skal man geva frystilínuskipunum eini 10 dagar út í eitt fyri at vita hvussu úrtøkan verður, heldur Jógvan Gregersen fyri.  

Sí fleiri myndir frá Vaðhorn her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

3
Leygardagur 05. apríl 2025

Føroyabanki er ringa samvitskan hjá politikkarunum

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna hevur varughugan av, at teir fingu mest á bankanum, tí at at teir ikki fingu makrelstuðul. Bankin hevur verið eitt gott ískoyti, men saknur er í veruligum ætlanum fyri útróðrarflotan

Finnbjørn Vang, til vinstru, her saman við bróður sínum Hera umborð á Norðsøka í 2020 (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Tá núverandi samgonga kom til valdið í Fiskimálaráðnum, varð avgerð tikin um, at teir minstu bátarnir í føroyska fiskiflotanum skuldu hava størsta partin av fiskidøgunum á Føroyabanka. Meðan líniskipini í 2024 samanlagt fingu 40 dagar, fingu stóru útróðrarbátarnir í bólki 4 135 dagar, meðan teir í bólki 5 fingu 90 dagar.

Formaður í meginfelagnum hjá útróðrarmonnunum, Finnbjørn Vang, sigur at bankin hevur verið ein hjálp hjá teimum. Men hann heldur samstundis, at tað skal haldast upp ímóti, at hettar er einasti parturin av flotanum, sum ikki fekk eginkvotu til makrel, sum aðrir partar hava fingið, hóast teir ongantíð hava fiska kvotuna.

- Onkursvegna er bankin blivin ringa samvitskan hjá politikkarunum. Útróðrarflotin var tann einasti, sum ikki fekk eginkvotu av markeli, og tí sigur man bara 'gev teimum hettar', sigur Finnbjørn, sum er reiðari á Spf. Kallanes, ið rekur bátin Norðsøka, ið hevur fiska á bankanum seinastu tvey árini.

Finnbjørn Vang hevur í nøkur ár ilskast á, at útróðrarflotin ikki fekk møguleika at royna eftir makreli, hóast teir eitt nú høvdu hug at royna sama fiskiskapin sum útróðrarbátar í Skotlandi hava eftir makreli. Samstundis fingu aðrir skipabólkar kvotu, hóast skipini als ongar ætlanir høvdu um at royna eftir pelagiskum fiski.

- Men skil meg rætt: Føroyabanki hevur verið eitt gott ískoyti hjá okkum, sigur hann.

Finnbjørn er yvirhøvur tungur í huganum, tá hann yvirskipað tosar manglandi visjónirnar hjá politikkarum við útróðrarflotanum. Sambært honum, vil man als ikki at útróðrarvinnan skal vera til. Hann vísir á at útróðrarbátarnir allir verða riknir á einum vinnuligum grundarlagi uttan stuðul frá eitt nú makrelinum, og at fiskurin hjá teimum er nógv penari, umframt at veiðitrýstið frá einum útróðrarbáti er so lítið.

- Tú kemur ikki nærri eini burðadyggari veiðu enn til ein útróðrarbát, sigur Finnbjørn. Hann greiðir frá, at ein útróðrarbátur kann draga ein triðing av húkunum, sum eitt líniskip kann uppá ein dag, men at dagarnir kortini verða roknaðir eins á eitt nú bankanum.

Fáa ikki nokk fyri fiskin av bankanum

Hóast toskurin á Føroyabanka skal eitast at verða serstakur, sigur Finnbørn at prísurin teir fáa fyri fiskin ikki er í serflokki sum so. Hann saknar at øll taka seg saman um at gera eina ætlan fyri toskin á bankanum, um man vil gera hettar til vøru, sum man fær serliga nógv fyri.

- Eg royndi at ringja runt fyri nøkrum árum síðani fyri at selja nakrar fáar bankatoskar, sum vit høvdu. Eg fekk fatur í einum kokki, sum ikki hevði áhuga, tí at hann hevði bankatosk. Men eg spurdi hann kortini av forvitni, hvat hann vildi gjalda fyri tosk av bankanum. Hann segði seg ongantíð hava goldið meira enn 28 krónur, sum er lítið. Í dag fer vanligur toskur fyri meira enn 40 krónur á marknaðinum, so hóast hettar var fyri trimum árum síðani, ber tað boð um at vit ikki skilja hvussu góð hendan vøran er ella ikki vilja gjalda fyri hana, greiðir Finnbjørn frá.

Í arðari grein í hesum blaðnum hugleiðir Jógvan Gregersen frá Vaðhorn um, at man kanska skuldi latið frystilíniskipini fari á bankan at fiska, soleiðis at man kundi fara tá veðrið var verri og fáa betur fisk.

Men Finnbjørn sigur, at trupuleikin í høvuðsheitum ikki er at útróðrarbátarnir ikki kunnu fara á bankan í illverðið, men heldur at bankin er stongdur fyrstu hálvuna av árinum.

- Tað er kanska nakað um, at vit ikki kunnu gera eins nógvar túrar sum okkurt einstakt línuskip teir allar síðstu mánaðirnar í árinum. Men vit kundu hugsað okkum at sloppið at fiska í januar, februar og mars, tá fiskurin er nógv betur fyri.

- Men tá er stongt á bankanum, tí at fiskurin gýtir tá, sigur Finnbjørn Vang at enda.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

4
Leygardagur 05. apríl 2025

Søgan um bankatoskin prógvar fiskifrøðina

At toskurin er komin fyri seg á Føroyabanka er ein sólskinssøga, sum prógvar at tað ber til at stovnar koma fyri seg, um vit fylgja fiskifrøðini, heldur Petur Steingrund, sum sigur, at stovnurin er komin fyri seg nú. Men hann ávarar um varsemi, serliga tí atveðurlagsbroytingarnar kunnu verða ein trupulleiki. Og so heldur hann vit kanska skuldu fari undir veruliga endurbøting av toskastovninum á landgrunninum eisini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Regin Winther Poulsen

Tað man ikki altíð hava verið ein stuttlig uppgáva hjá Peturi Steingrund, sum var deildarleiðari á botnfiskadeildini hjá Havstovuni í nógv ár, tá mælt var frá at fiska nakað á Føroyabanka. Hann er ikki deildarleiðari longur, og botnfiskadeildin er eisini niðurløgd. Men hjá Peturi Steingrund, sum nú er vanligur fiskifrøðingur á tilfeingisdeildini, er uppgávan við Føroyabanka kanska stuttligari nú. Toskurin á Føroyabanka er komin fyri seg.

- Út frá tí man fær hvønn troltíma við rannsóknarskipinum, so er hann so væl fyri, sum hann var fyrst í hesi øldini, greiðir fiskifrøðingurin frá umvegis telefonina.

Tað vóru gleðiboð tá Havstovan í 2021 boðaði frá, at stovnurin var um at koma fyri seg. Í 2023 og 2024 mælti altjóða samstarvsfelagsskapurin innan fiskiskap, ICES, til at fiska 78 tons, meðan nú verður mælt til at man kann fiska meira enn 500 tons. Men ICES tølini eru ikki heilt brúkilig tá tað kemur til tilmæli til botnfisk í Føroyum, tí at vit fylgja fiskidagaskipanini.

[object Object]Petur Steingrund (Savnsmynd: Petur Steingrund)

- Vit hava allatíð hildið, at tilmæli frá ICES var for varligt, greiðir Petur Steingrund frá. Fiskidagaskipanin hevur helst heldur ikki verið so avmarkandi, sum ICES kundi hugsað sær. Í 2024 var – hóast tilmæli var 78 tons – fiskað nærum 1.200 tons. Men fiskifrøðingurin greiðir frá, at hann ikki ber ótta fyri, at vit hava fiskað ov nógv.

- Um man hinvegin aftur byrjar at nærkast meira enn 2.000 ella 3.000 tonsum, skal man kanska ansa sær, sigur hann.

Í so máta er talan um sólskinssøgu. Í eini vísindaligari grein, sum granskarar í Noregi og Bretlandi góvu út í 2023, varð víst á, at av 20 toskastovnum í Norðuratlanshavi, vóru einans tveir stovnar væl fyri. Toskurin var sambært teimum undir trýsti, ikki minst tí at havið gerst heitari, og at umstøðurnar hjá toski at gýta tí ikki eru serliga góðar. Toskur kann eitt nú slett ikki gýta í sjógvi, sum er heitari enn 9,6 hitastig, men áðrenn sjógvurin gerst so heitur, er tað longu torført hjá hesum fiskinum at fjølgast. Og á Føroyabanka eru umstøðurnar ímun til hita als ikki
góðar.

- Føroyabanki er eitt øgiliga viðbrekið og heitt øki. Hitin í gýtingartíðini liggur um 7,5 og 8,5 stig, sum er øgiliga heitt fyri tosk. So tað er nakað man allatíð er bangin fyri, serliga í hesum tíðum tá veðurlagsbroytingar gera um seg, greiðir Petur Steingrund frá.

Ein politisk avgerð hvør sleppur at fiska

Petur Steingrund greiðir eisini frá, at Havstovan sum so ikki hevur eina meining um, hvørt dagarnir á bankanum skulu fella til útróðrarflotan ella línuskipini. Hann sigur, at politikkararnir mugu avgera tað, men at Havstovan tillagar dagarnar eftir, hvør hevur atgongd. Um fleiri línuskip skulu á bankan, kann tað kanska hava niðurskurð av døgum við sær, tí at línuskipini fiska nógv meira uppá somu tíð enn ein útróðrarbátur.

- Um vit fingu at vita at bara størri skip fóru á bankan, høvdu vit kanska mælt til færri dagar. Um tað bara vóru smábátar, sum fóru út, høvdu vit helst mælt til eitt hægri dagatal, greiðir fiskifrøðingurin frá. Hann sigur at Havstovan helst fer at halda fast í, at onki skal fiskast í gýtingartíðini, hóast tað hevði verði besta tíðin hjá útróðrarflotanum at farið á bankan.

- Tað er týdnignarmikið at vit fara varisliga fram, sigur Petur Steingrund.

Og at tað tók 13 ár frá at toskastovnurin á bankanum varð heilt burtur til at stovnurin kom fyri seg, heldur Petur Steingrund heldur ikki vera so undarligt. Tá man hevur fiskað ein stovn heilt niður, kann tað taka langa tíð hjá honum at koma fyri seg, tí at gýtingarstovnurin er lítil. Um ein stovnur er ov niðurfiskaður kann mótstøðuførið til nýggjar umstøður eisini vera verri.

Men Petur Steingrund ivast ikki í, at tað er eitt prógv um, at fiskurin kemur fyri seg, um fiskifrøðin sleppur at ráða.

- Hevði man gjørt tað sama á landgrunninum, kanska uttan at fara heilt so ógvusliga til verka, rokni eg við at toskurin á landgrunninum hevði eisini komið fyri seg. Fyrr í tíðini fylgdust sveiggini á báðum stovnunum, so tað eru nógv av teimum somu viðurskiftunum, sum gera seg galdandi, greiðir Petur Steingrund frá.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

5

Størv

Løgfrøðilesandi

Meira Umsóknarfreist: 22. apríl 2025

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir skrivstovufólki

Meira Umsóknarfreist: 20. apríl 2025

Rakstrarleiðari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 23. apríl 2025

Starvsfólk til køkin í Krásadeildini

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Heilsutrygd søkir kommunulæknar

Meira Umsóknarfreist: 23. apríl 2025

Skurðgongin søkir fólk til Sterilsentralin (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Starvsfólk til dagtilhaldið Heimistovu

Meira Umsóknarfreist: 16. apríl 2025

Lærlingur til KT Landins

Meira Umsóknarfreist: 25. apríl 2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Húsum

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2025

Starv sum KT-fólk í Løgtinginum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2025

Tekniskur samskipari

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Vit søkja eftir alilærlingum í Eysturoy og Norðoyggjum

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025
6 Leygardagur 05. apríl 2025

Simulatordepilin latin alment upp

Hósdagin var opið hús í simulatordeplinum við flogvøllin bæði fyri innbodnum og fyri almenninginum, har høvi hevur verið at síggja umstøðurnar og simulatorarnar báðar

(Mynd: Ólavur Fredriksen / Atlantic Airways)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin læt simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, alment upp.

Simulatordepilin hevur tveir simulatorarar, ein Thales AW139 Reality H® Level D Full Flight tyrlusimulator og ein AirbusA320 NEO/CEO Full Flight flúgvarasimulator frá SIM International.

Simulatordepilin er eitt risa frambrot fyri føroyska flogvinnu.

- Við nýggja simulatordeplinum hava vit tikið alla venjing av flogskiparum, bæði í flogførum og tyrlu, heim til Føroya. Vit menna eitt nýtt búskaparligt bein til okkum at standa á, eins og vit seta Føroyar á heimskortið við at kunna bjóða flogskiparum kring allan knøttin heimsins mest framkomnu flogvenjingar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.   

Hósdagin var opið hús í simulatordeplinum bæði fyri innbodnum og fyri almenninginum, har høvi hevur verið at síggja umstøðurnar og simulatorarnar báðar.

- Vit eru errin av, at Atlantic Airways hevur víst okkum hetta stóra álit at veita teimum okkara AW139 Reality H® Level D Full Flight Simulator. Simulatorurin er mentur í samstarvi við flogserfrøðingarnar hjá Atlantic Airways, og í nýggja simulatordeplinum fer hann at veita flogskiparum og manningum veruleikakendar venjingar, sum kunnu styrkja um førleikarnar at megna tær mest samansettu uppgávurnar, sigur Benoit Broudy, varastjóri fyri ‘Training & Simulation’ hjá Thales.

- Vit vilja ynskja Atlantic Airways hjartaliga til lukku við teirra einastandandi og nýskapandi venjingarmøguleikum her í Føroyum. Samstundis fegnast vit um, at Atlantic Airways hevur valt okkara hágóðsku AirbusA320 NEO/CEO Full Flight Simulator, sum merkir, at nú kunnu teirra flogskiparar venja heima í Føroyum, sigur Frank Uit den Bogaard, stjóri í SIM International.

Simulatorvenjingar eru myndugleikakrav, bæði tá ið tað kemur til tyrlur og flogfør, og eru hesir báðir simulatorarnir eru sostatt eitt stórt fet móti betri trygd og ikki minst betri venjingarmøguleikum.

- Nú vit í dag lata dyrnar upp í Atlantic Airways Aviation Academy, lata vit ikki bert upp ein simulatordepil, men vit taka eisini fyrsta stigið í eini nýggjari hávitanarvinnu í Føroyum. Vit eru serstaklig errin og fegin um, at okkara tjóðarflogfelag kann vera oddviti á altjóða stigi og bjóða seg fram á marknaðum um allan heimin við fyrstafloks venjingum og venjingarumstøðum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Fredriksen / Atlantic Airways)

Sí nógv fleiri myndir frá hátíðarløtuni á jn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

7 Leygardagur 05. apríl 2025

Roknast kann við halli komandi árini

Landsstýriskvinnan viå fíggjarmálum legði mánadagin fram játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2026. Broytta fólkasamansetingin leggur trýst á almennu útreiðslurnar. Roknast kann við halli á fíggjarlógini komandi árini, og tí verða átøk framd fyri at betra javnvágina millum inntøkur og útreiðslur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, legði mándagin vegna landsstýrið fram játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2026. Við játtanarkørmunum ásetir Løgtingið yvirskipaða fíggjarpolitikkin fyri komandi árið.

Mettu útreiðslurnar í fíggjarlógini komandi ár verður 7.886 milliónir krónur. Av hesum er 7.236 milliónir krónur í rakstri og løgurnar eru 650 milliónir krónur. Inntøkurnar verða mettar til 7.634 milliónir krónur.

Eftir átøk verður úrslitið 197 milliónir krónur í halli í fíggjarlógini fyri 2026; tá er íroknað at umleið 100 milliónir netto eru fluttar í Búskapargrunnin. Ætlanin er at fremja rakstrarátøk fyri 55 milliónir krónur í 2026.

Broytt fólkasamanseting

Framskrivingar fyri árini 2026 til 2030 vísa, at uttan átøk fer landskassin at hava hall øll árini til og við 2030.

Ein týðandi orsøk er broytta fólkasamansetingin við vaksandi talið av eldri fólki, og hetta leggur trýst á almennu kassarnar. Næstan allur vøksturin í rakstrarútreiðslunum næstu árini er á almanna- og heilsuøkinum.

Átøk fyri 55 milliónir

Almenni raksturin skal tillagast fyri at loysa haldførisavbjóðingina. Í 2026 eru útreiðslurnar 4,7 prosent hægri enn í samtyktu fíggjarlógini fyri 2025. Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hækka í mesta lagi 4 prosent í 2026. Landstýrið fer tí í at fremja átøk fyri 55 milliónir í 2026.

Frameftir krevjast átøk fyri 35 milliónir krónur árliga fyri at tálma útreiðsluvøksturin. Eisini kunnu inntøkuátøk fremjast fyri at betra úrslitið og avbjóðingina við haldførinum.

Arbeitt verður framhaldandi við at tryggja langtíðarjavnvág í almenna búskapinum. Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er í gongd. Fíggjarmálaráðið hevur fleiri tilmæli um átøk, og nøkur teirra eru sett í verk.

Eitt tilmæli hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við fíggjarpolitiskt regluverk er at gera langtíðarløguætlanir, sum eru grundaðar á nyttumetingar av hvørjari verkætlan. Ætlanin er at skipa eina breiða politiska tilgongd fyri at gera eina løguætlan, sum røkkur yvir 10 ár ella meira. Uppskot til samtyktar verður síðani lagt fyri Løgtingið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

8 Leygardagur 05. apríl 2025

Landsstýriskvinnan hevði ikki samtykt Suðuroyðartunnilin nú

- Haldførisavbjóðingin liggur so mikið óloyst, og vit skulu tryggja okkum, at vit ikki enda aftur í einari støðu sum í 1990'unum, staðfestir Ruth Vang

Í løtuni sær tað út til, at hallið á fíggjarlógini fyri næsta ár verður yvir 250 milliónir krónur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er fullkomiliga innlýsandi, at vit mugu fáa bukt við haldførisavbjóðingina, áðrenn vit fara í gongd við ein Suðuroyartunnil.

So greið var Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, tá hon í vikuni var gestur í Degi & Viku í sambandi við at játtanarkarmarnir fyri 2026 vórðu lagdir fram.

252 milliónir krónur í halli. Tað er tað, sum játtanarkarmarnir fyri fíggjarlógini 2026 í løtuni vísa. 

Hetta fekk John Johannessen, vertur, Ruth Vang at fyrihalda seg til. Landsstýriskvinnan vildi ikki beinleiðis siga, um hon var heilt ónøgd við hetta, men staðfest varð, at hetta kundi og átti at verið betri.

- Vit hava eisini ein politiskan veruleika, og allir hinir flokkarnir fóru uppá val uppá ymiskt, sum skuldi betra og lætta um hjá fólki.

Tá hon so varð spurd um, hvørt trupulleikin er hinir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, staðfestir Ruth Vang, at hetta var als ikki tað, sum hon meinti við. Heldur er haldføristrupulleikin nakað, ið hevur røtur langt aftur.

Landsstýriskvinnan vísti annars á, at summi tøk eru tikin á haldførisleið í valskeiðnum, og at nú kemur uppskoti um hækking av pensjónsaldrinum skjótt fyri. Hetta skal loysa "helmingin av trupulleikunum" verður sagt.

Eitt annað mál, sum varð nevnt, varð Suðuroyartunnilin. Har var landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og forkvinnan í Framsókn greið:

- Eg hevði ikki samtykt ein Suðuroyartunnil ein dag.

Allir politisku flokkarnir hava gjørt eina semju um málið at seta gongd á undirsjóvartunnilin, men tað hevur ikki verið gjøgnum Løgtingið enn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

9
Leygardagur 05. apríl 2025

Skoraberg rendi á land

Um hálvgun trý tíðina fríggjanáttina fór Skoraberg á land sunnarlaga á Kalsoynni -

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um hálvgun trý tíðina friggjanáttina kom fráboðan um at partrolarin Skoraberg hevði siglt á land nakað sunnan fyri Syðradal á Kalsoynni.

Fimm av manningini, sum telur sjey, vóru fingnir til lands. Hinir báðir, skiparin og stýrimaðurin, vóru framvegis umborð.

Eingin vandi ver á ferð. Einki stórvegis hol er á skipinum, og bíðað til tað fløddi, so skipið lættari kann togast av.

Um middagsleitið fríggjadagin eydnaðist tað Brimli og Ziska at toga Skoraberg leysan aftur, fylgja línuskipinum inn til Klaksvíkar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

10 Leygardagur 05. apríl 2025

Strandferðslan broytir prísbygnað og dagførir ferðaseðlaprísir 

Fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum skulu rinda munandi meira sambært umfatandi nýggju skipanini, sum kemur í gildi um eina viku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin 8. apríl, broyta Strandfaraskip Landsins prísskipan, og tað verður nakað dýrari at ferðast við skipunum og bussunum hjá Strandferðsluni.

Talan er um eina umfatandi prísbroyting, sum eisini inniber, at fólk, sum ikki eru búgvandi í Føroyum skulu rinda munandi meira enn føroyingar, og at keyp umborð á skipi ella bussi verður nakað dýrari, enn um keypið er avgreitt talgilt frammanundan gjøgnum netið, ella um ferðast verður við mánaðarkorti ella einum serligum virðiskorti.

Prísurin hækkar við 10 krónum fyri ein ferðandi búsitandi í Føroyum, meðan hækkingin verður 75 prosent fyri fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum.

Sambært nýggju skipanini verður nú farið yvir aftur til einans at gjalda fyri einvegis ferðaseðlar.

Nýggju prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni

Seinasta prísbroytingin var í 2007

Tíðindaskrivið frá Strandferðsluni er soljóðandi:

Nú ið Strandferðslan dagførir ferðaseðlaprísir, er tað eftir 18 ár við óbroyttum prísum. Prísirnir blivu seinast broyttir í 2007, tá ið teir á oyggjaleiðum lækkaðu 50 prosent fyri ferðafólk og 22 prosent fyri akfør.

Á oyggjaleiðum fara pendlarar nú við einum árskorti at kunna fáa stigvíst øktan avsláttur. Fyri hvørjar 10 túrar lækkar prísurin 15 prosent, niður í 50 prosent. Ferðast ein heilt nógvar túrar, verður ferðingin ókeypis.

Er tann ferðandi búsitandi í Føroyum, men er ikki pendlari, verða 10 krónur lagdar aftur at einvegis ferðaseðlinum. Av tí, at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 krónur t/r.

Fyri ein ikki-búsitandi í Føroyum, hækkar prísurin nakað meira enn hjá teim búsitandi. Hækkingin verður 75 prosent fyri ferðandi til gongu og 50 prosent fyri akfør og verður løgd oman á prísin hjá búsitandi.

Fyri akfør verður metur-bólkingin nú einfaldari við færri bólkum. Frameftir fara prísirnir at avspegla, hvussu nógv pláss akfarið brúkar á dekkinum.

Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur.

Keyp av ferðaseðlum verður frameftir umvegis bíleggingarskipanina. Keypast kann tó eisini á staðnum, áðrenn man fer umborð, men tá er tað uttan prísfyrimunir og til hægri prís.

Eru tað ferðandi, ið ikki brúka snildfon ella av øðrum ávum ikki kunnu keypa í bíleggingarskipanini, ber til í samráði við Strandferðsluna at keypa sær eitt kort at ferðast við.

Strandferðslan hevur stuðlað menningini av skjáttuni hjá Talgildu Føroyum við talgildari ferðaseðla-sølu fyri eyga. Skjótt fara tey ferðandi tí at kunna brúka QR-kotuna í samband við ferðingina.

Broytti prísbygnaðurin og dagføringin av ferðaseðlaprísunum verða sett í verk týsdagin 8. apríl.

Sambært fíggjarlógini fyri 2025 skal Strandferðslan m.a við broyttum prísbygnaði útvega fleiri inntøkur. Sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

11 Leygardagur 05. apríl 2025

Vága Floghavn hækkar tænastugjøld

Krøvini til flogvallarrakstur eru herd munandi seinastu árini, og stórar íløgur eru fyri framman hjá Vága Floghavn - tí verða tænastugjøldini hækkað 1. apríl 2026

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vága Floghavn hevur avgjørt at hækka tænastugjøldini frá 1. apríl 2026. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rakstur, viðlíkahald og fyri at brynja Vága Floghavn til framtíðar vøkstur.

Síðani flogvøllurin varð yvirtikin í 2007 eru tænastugjøldini lítið broytt. Ferðafólkatalið er nógv økt, og krøvini til flogvallarrakstur eru munandi herd. Útreiðslurnar eru sostatt øktar nógv, uttan at tænastugjøldini eru hækkað samsvarandi. Flestu flogvøllir í londunum kring okkum tillaga javnan síni gjøld, og nú ger Vága Floghavn tað sama.

Neyðugar íløgur
Pf. Vága Floghavn er eitt skrásett partafelag, sum tískil skal tillaga raksturin, soleiðis at samsvar er millum útreiðslur og inntøkur. Hetta er somuleiðis galdandi, tá neyðugar íløgur mugu fíggjast við lántøku.

Eftir yvirtøkuna av flogvøllinum vórðu stórar íløgur gjørdar í m.a. nýggja farstøð og leinging av flogbreytini. Tær íløgur, ið eru gjørdar síðan tá, eru flestallar fíggjaðar av rakstrinum. Komandi árini skulu stórar íløgur gerast, eitt nú í nýggjan hangar til Atlantic Airways, parkeringspláss, at asfaltera flogbreytina og víðka um vendiplássini til flogførini, v.m.

Størsta íløgan fyri framman er víðkan av farstøðini, sum er ov trong til støðugt vaksandi talið av ferðafólkum. Ein verkætlanarkapping er í gongd, og gongst sum ætlað, stendur ein nýggj, framtíðartryggjað farstøð liðug í 2029/2030.

Hækkar 60 krónur
Sum er, rindar hvør ferðandi 170 krónur í tænastugjaldi til Vága Floghavn, sum partur av ferðaseðlakostnaðinum við fráferð úr Vágum. Hetta gjald hækkar við 60 krónum, soleiðis at tað frá 1. apríl 2026 verður 230 krónur. Hetta er á leið tað sama, sum á flogvøllinum í Keypmannahavn, meðan aðrir flogvøllir í grannalondum okkara liggja bæði hægri og lægri.

Umframt omanfyri nevndu broytingar, verða eisini gjørdar tillagingar í startgjøldum og støðugjøldum hjá flogførum.

Gjøldini fyri at parkera bilin á økinum hjá Vága Floghavn verða somuleiðis tillagað, við gildi frá 1. mai komandi. Nærri verður kunnað um hetta á heimasíðu felagsins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

12 Leygardagur 05. apríl 2025

Betri Trygging metnógvar skaðafráboðanir

Nærum 14.000 skaðar og 407 milliónir í skaðaendurgjøldum. Hóast hetta vísti roknskapurin eitt yvirskot eftir skatt upp á 79 milliónir krónur.

Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri Trygging kunngjørdi í vikuni roknskapin fyri 2024: 407 milliónir keónue í skaðaendurgjøldum. Ongantíð áður hevur felagið fingið so nógvar skaðafráboðanir. Hóast hetta vísti roknskapurin eitt yvirskot eftir skatt upp á 79 milliónir krónur.

2024 var eitt avbjóðandi ár bæði fyri fólk og vinnu. Stórir skaðar á sjógvi og landi umframt ódnarveðrið í januar høvdu stóra ávirkan á roknskapin.

– Í alt vóru nærum 14.000 skaðar fráboðaðir. Tað er hægsta talið í søgu felagsins. Ódnin í januar aleina elvdi til 1.300 skaðar. Hetta var eitt ár, har ið náttúrukreftirnar vístu sína megi, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Tryggingarinntøkurnar vóru á 540 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 8,2 prosent. Hetta kemst av øktum virksemi, nýggjum tryggingarvørum, fleiri kundum og prísvøkstri. Kundarnir hjá felagnum raðfesta í vaksandi mun tryggleika, og Betri Trygging hevur ment úrvalið av tryggingum og tilvalum, so at kundarnir nú hava fleiri møguleikar at tryggja seg.

– Meginparturin av yvirskotinum stavar tó frá íløgum. Roknskapurin fyri 2024 vísir eitt yvirskot eftir skatt á 79 milliónir krónur, sigur forstjórin.

Betri Trygging mennist í hvørjum, og ein reyður tráður í menningini er kundatænastan. Sum nakað nýtt hevur felagið útgoldið 7,5 milliónir krónur í bonus til privatkundar, sum hava koyrt skaðaleyst í 2024. Samstundis hevur felagið framhaldandi ment fleiri tryggingartænastur, so at tað gerst lættari at tryggja seg.

– Ein týðandi broyting í 2023 var, at kundar okkara fingu møguleikan at rinda tryggingargjaldið mánaðarliga, og hetta hevur verið væl móttikið. Altsamt fleiri tryggingartakarar velja hesa skipan. Eisini er appin »Mín Trygging« í støðugari menning, og fleiri nýta hana til at tillaga sína trygging og at boða frá skaða, sigur Ingunn.

Meðan skaðaendurgjøld á 407 milliónir krónur eru nógvir pengar, so benda tryggingarinntøkurnar og marknaðaríløgurnar á, at føroyski tryggingarrisin stendur óskalaður og mestsum ristir illveðrið frá 2024 av sær. Solvensdekningurin hjá felagnum var 273 prosent, og vísir hetta, at Betri Trygging er eitt sterkt tryggingarfelag.

– Jú, tølini síggja góð út, men nærum 14.000 skaðar – tað er ómetaliga nógv, so 2024 verður minst sum eitt illveðursár. Í Føroyum vita vit, hvør ið ræður – náttúran. Tí vita vit eisini, hvussu alneyðugt tað er við góðari trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

2023

2024


Úrslit eftir skatt

84 mió. kr.

79 mió. kr.

Tryggingarinntøkur

499 mió. kr.

540 mió. kr.

Skaðaendurgjøld tilsamans

358 mió. kr.

407 mió. kr.

Tal á skaðum

13.300

13.900

Solvensdekningur

274 %

273 %


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

13 Leygardagur 05. apríl 2025

Felag hjá Elon Musk stovnað spf í Føroyum

Internetveitarin Starlink kemur helst til Føroya skjótt

Elon Musk (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Internetveitarin Starlink er eftir øllum at døma á veg til Føroya.

1. apríl, varð eitt føroyskt felag stovnað hjá Skráseting Føroya við navninum Spf. Starlink Faroe Islands.

Starlink er felag hjá SpaceX, sum heimsins ríkasti maður, Elon Musk, eigur. Elon Musk eigur eisini Tesla og X, og er eisini serligur ráðgevi hjá Donaldi Trump.

Sambært ognaryvirlitinum hjá Skráseting Føroya, er Elon Musk veruligur eigari.

Felagið er heimahoyrandi undir Bryggjubakka 21 í Havn, sum er skrivstovan hjá Anfinni V. Hansen, advokati, sum hevur skrásett fráboðanina.

[object Object]

Sambært Frihedsbrevet hevur Starlink longu fleiri kundar í Føroyum. Vikmar hevur í hálvtannað ár selt tøknina, sum ger, at ferðafólk og manning á Smyrli hava samband við alnetið. Tað hava vaktarskipini Tjaldrið og Brimil eisini, umframt ein røð av føroyskum fiskiskipum.

Endamálið hjá felagnum er sambært skrásetingini at veita samskiftistænastur og aðrar tænastur, reka, og eiga fastognir umframt annað vinnuligt virksemi í hesum sambandi.

Starlink er skipan við túsundtals smærri fylgisveinum, sum ferðast kring jørðina beint uppiyvir atmosferuni, sum senda signal til móttakaran. Soleiðis sleppur Starlink undan at leggja káplar.

Niðurlendska móðurfelagið Starlink Holdings Netherlands B.V er stovnari av føroyska smápartafelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

14 Leygardagur 05. apríl 2025

Hjørdis Mortensen nýggjur stjóri á Almannaverkinum

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár. Hjørdis avloysir Edvard Heen 1. juni, og skal vera við at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar

Hjørdis S. Mortensen hevur havt nøkur leiðslustørv í Almannaverkinum. Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin (Mynd: ammr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Almanna- og Mentamálaráðið hevur nú kunngjørt, hvør tað er, ið skal avloysa Edvard Heen sum stjóra í Almannaverkinum 1. juni 2025.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur sett Hjørdis S. Mortensen sum komandi nýggjan stjóri fyri Almannaverkið.

Hjørdis S. Mortensen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen, skrivar ammr.fo.

Hon hevur eisini royndir hjá stovinum og innanfyri leiðslu.

- Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari. Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina trivnaðardepilin og viðskiftadepilin, staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið.

Seks umsóknir vóru til stjórastarvið í landsins samanlagt størsta stovni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

15 Leygardagur 05. apríl 2025

Magnus Dam nýggjur kringvarpsstjóri

Hann er útbúgvin journalistur og løgfrøðingur – hann tekur við starvinum 1. mai

Magnus Dam, í miðjuni, avmyndaður í sambandi við løgtingsvalið í 2022 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Magnus Dam er settur sum nýggjur stjóri í Kringvarpi Føroya, boðar Kringvarpið frá.

Magnus Dam hevur útbúgving sum journalistur og sum løgfrøðingur. Eisini hevur drúgvar leiðslu- og starvsfólkaroyndir í Tórshavnar kommunu. Hann hevur fyrr arbeitt sum journalistur í Útvarpi Føroya og á Sosialinum.

Magnus Dam tekur við starvinum 1. mai, og Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðan desember í fjør, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri tíðindadeildina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

16 Leygardagur 05. apríl 2025

Jórun Pólsdóttir tikið sætið á Løgtingið á fyrsta sinni

Hon er onnur kvinnan, sum umboðar Miðflokkin á Løgtingi - tað eru 23 ár seinast. Jenis av Rana, formaður, er farin í farloyvi í eina viku

Jórun er útbúgvin lívfrøðingur og hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar (Mynd: Miðflokkurin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jenis av Rana er í løtuni í farloyvi úr Løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir. Hesum boðar Miðflokkurin frá.

Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi. Hon varð vald sum nummar fimm á listanum hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið í 2022 við 71 atkvøðum. Tey bæði varafólkini frammanfyri hana eru ikki tøk at koma inn nú - Bill Justinussen er annar, og hann er farin í Fólkaflokkin.

Jórun Pólsdóttir er eysturoyingur og býr í Fuglafirði. Miðflokkurin skrivar, at hon er útbúgvin lívfrøðingur og hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.  

- Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum. Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”. 

Jórun Pólsdóttir er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboða Miðflokkin á Løgtingi. Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin  í 2002.

Formaður floksins er í farloyvi í eina viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

17 Leygardagur 05. apríl 2025

Ruth Thomsen nýggj forkvinna í Megd

Hon hevur nú tikið yvir eftir Tóru við Keldu. Tríggjar aðrar kvinnur eru nýggjar í starvsnevndini og sum tiltakslimir

Ruth Thomsen og Tóra við Keldu - nýggja forkvinnan saman við tí fráfarandi (Mynd: megd.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. apríl varð fyrsti arbeiðsdagurin hjá nýggju forkvinnuni í Megd. Ruth Thomsen var einasta uppskotið til forfólk á aðalfundinum mánadagin 31. mars, og varð hon vald uttan atkvøðugreiðslu.

Havnarkvinnan tekur við eftir Tóru við Keldu úr Klaksvík, sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri felagsskapin.

- Hetta er ein spennandi tíð, sum Ruth sjálv tók til, og nógv er at arbeiða við. Fyrsta tíðin verður sum vera mann brúkt til at seta seg inn í verandi viðurskifti, og setast skulu síðani nýggj mál samstundis sum tað so ella so verður byggt víðari á tað, sum longu er sett út í kortið.

[object Object]
Ruth Thomsen á aðalfundinum (Mynd: megd.fo)

Á aðalfundinum vórðu Anna Dahl-Olsen og Johnny Olsen annars afturvald í starvsnevndina. Ása Olsen er nývald og Naina Túgvustein og Julianna Tórunnardóttir koma inn sum tiltakslimir. Starvsnevndin skipar seg annars á fyrst komandi starvsnevndarfundi við næstforfólki. 

Starvsnevndini Megd sum nú er: 
Ruth Thomsen, forkvinna
Sonja Tausen
Anna Dahl-Olsen
Johnny Olsen
Ása Olsen
Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, er skrivari


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

18 Leygardagur 05. apríl 2025

Sonya og Høgni hava fingið nýggj størv í ítróttardeplinum í Runavík

Í summar letur nýggja svimjihøllin í Runavík upp. Tí hevur verið søkt eftir leiðara og teknikara. Hetta endaði við at verða ávikavist ein kvinna úr Kanada og ein maskinsmiður úr Æðuvík

Sonya Lara Anne Pratt skal vera leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir ætlan letur nýggja svimjihøllin í Runavík upp í summar. Hon er staðsett við Løkin - beint við Bylgjuna. 

Harvið verður hetta í uppaftur størri mun ein ítróttamiðdepil. Talan verður ein ítróttardepil, sum Runavíkar kommuna skal reka.

Til hetta endamálið verður tørvur á einum leiðara og eisini einum teknikara. Runavíkar kommuna hevur søkt fólk til hesi størvini, og boðar nú frá at tey eru sett.

Tað verður Sonya Lara Anne Pratt, sum skal vera leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík.

Sonya er úr Kanada og hevur í meira enn 20 ár starvast sum leiðari av svimjihallum og ítróttardeplum í Danmark. Frá 2004 til 2014 hevði hon leiðsluna av trimum svimjihallum í Roskilde kommune. Síðan 2014 hevur hon verið leiðari á Egedals Kultur- og Idrætsfaciliteter, sum fevnir um fleiri svimji- og ítróttarhallir, leikvallir og mentanarhús.

- Hon kemur við drúgvum royndum innan leiðslu, fyriskipan av tiltøkum og samstarvi við ítróttarfeløg, skúlar og aðrar áhugabólkar, ið nýta hentleikarnar í ítróttardeplum.

Sonya hevur útbúgving sum Master i Oplevelsesledelse umframt eina rúgvu av skeiðum og viðkomandi útbúgvingum innan rakstur av ítróttaranleggum, svimjing og lívbjarging.

Sonya byrjar í starvinum sum leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík 1. mai, skrivar runavik.fo.

[object Object]
Høgni Davidsen

Tað verður Høgni Davidsen úr Æðuvík, sum skal vera teknikari á ítróttardepilinum.

Høgni er útbúgvin maskinsmiður og hevur drúgvar royndir innan mekanik, el, HVS og ventilatión. Hann hevur starvast í oljuvinnuni í Danmark og Noregi í 12 ár og hevur seinni havt egna fyritøku, ið varð keypt av Mest samtakinum í 2012. Hann hevur, eftir at fyritøkan varð keypt, starvast hjá Mest.

- Høgni Davidsen fer fyrst og fremst at hava ábyrgdina av tekniska rakstrinum í svimjihøllini, umframt at loysa aðrar rakstrar- og viðlíkahaldsuppgávur í ítróttardepilinum.

Teknikarin er longu byrjaði í starvinum, hann fór í gongd 15. mars.

[object Object]Mynd: runavik.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

19 Leygardagur 05. apríl 2025

Føroysk Miðlafólk stevna landsstýrinum

Landsstýrið noktar at viðurkenna rættin hjá miðlafólkum í Føroyum at samráðast um egnan sáttmála. Føroysk Miðlafólk rokna hesa avgerðina sum eitt grovt álop á fjølmiðlarnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysk Miðlafólk stríðast áhaldandi fyri rættinum hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg sum yrki og samráðast um egnan sáttmála vegna limirnar. Við stevningini, sum nú verður latin Føroya Rætti, krevur felagið, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service-stovninum Kringvarpi Føroya.

Hetta óvanliga stigið – at biðja rættin áleggja landsstýrinum at viðurkenna sjálvan kjarnan í fakfelagsfrælsinum – er beinleiðis avleiðing av úrslitaleysum samráðingum við landsstýrið í út við eitt ár.

Hin 22. mai 2024 boðaðu Føroysk Miðlafólk frá í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at felagið vildi hava samráðingarrættin fyri limirnar í Kringvarpinum, tá verandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024.

Drúgvar samráðingar, fyrst við lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum og síðani við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, endaðu úrslitaleysar. Tá semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varð undirskrivað fríggjadagin 8. november 2024, gjørdi landsstýrið samstundis av, at miðlafólk í Føroyum enn einaferð skuldu trýstast inn í ein sáttmála, sum vit ikki eru partur av og onga ávirkan hava á.

Síðan tá hava samráðingar verið beinleiðis við Aksel V. Johannesen, løgmann og verja hjá fjølmiðlunum, sum hevur havt landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum við sína lið. Málið hevur drigið alt ov leingi út, men nú fall avgerðin. Á fundi í Tinganesi í dag mikudagin 2. apríl 2025 fekk nevndin í Føroyskum Miðlafólkum at vita, at umbønin verður ikki gingin á møti.

Grovt álop á fjølmiðlarnar
Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tað er í dag ein sjálvsagdur rættur í øllum Norðurlondum. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.

Støðan í Føroyum verður eisini tikin í størsta álvara í norðurlendsku fakfeløgunum fyri miðlafólk. Tað kom greitt til sjóndar í felags yvirlýsing úr Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi 25. november 2024.

Í felags yvirlýsingini stendur m.a., at “Det er dybt udemokratisk og et angreb på den frie presse at fastholde journalister og andre mediefolk på landets klart største mediearbejdsplads i en fagforening for offentligt ansatte.

Tey fimm fakfeløgini staðfestu í november í fjør, at landsstýrið í veruleikanum noktar miðlafólki í Føroyum at skipa seg fakliga. Og tað kann á ongan hátt góðtakast, siga feløgini.

Føroya landsstýri varð kunnað um felags norðurlendsku støðuna. Og landsstýrið hevur fingið felags yvirlýsingina. Men landsstýrið letst ikki um vón.

Avgerðin hjá landsstýrinum í dag, 2. apríl 2025, er at meta sum eitt grovt álop á miðlafólk í Føroyum. Landsstýrið noktar miðlafólki at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála og tvíheldur um, at miðlafólk í almenna Kringvarpinum skulu vera bundin í Starvsfelagnum, sum ongantíð hevur verið eitt fakfelag fyri miðlafólk. Tað kann ikki góðtakast.

Felagið Føroysk Miðlafólk varð stovnað í 1952, tá sum Føroya Blaðmannafelag, og hevur umboðað hetta yrkið øll árini. Starvsfelagið varð, soleiðis sum felagið sjálvt lýsir seg, upprunaliga skipað sum eitt felag í tveimum deildum, “eina fyri starvsfólk undir løgtinginum og eina fyri starvsfólk undir ríkinum.” Upprunin er altso starvsbólkar á ávísum arbeiðsplássum – ikki fakfelag umboðandi eitt yrki.

Ein skjót gjøgnumgongd á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at ráðið hevur sáttmála við umleið 30 ymisk fakfeløg, viðhvørt fleiri sáttmálar við sama felag. Ilt er at ímynda sær, at landsstýrið hevði noktað lærarum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, búskaparfrøðingum ella maskinmeistarum at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála. Tað sama skal vera galdandi fyri miðlafólk í Føroyum.

Tá Føroya landsstýri ikki vil viðurkenna henda rættin, verður tað tí latið upp í hendurnar á Føroya Rætti at taka avgerðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

20 Leygardagur 05. apríl 2025

Skulu byggja nýtt røktarheim fyri yvir 300 milliónir krónur

Sáttmáli er gjørdur millum Tórhavnar kommunu og Articon. Við Stórubrekku í Hoyvík verða 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør tøkar seint í 2027

Arbeiðið skal eftir ætlan byrja nú í vár, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027 (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um nýggja røktarheimið við Stórubrekku í Hoyvík. Eisini skrivaði kommunan undir sáttmála við Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu. 

Hetta skrivar torshavn.fo.

Tað er ikki eiti á verkætlan, sum Tórshavnar býráð á býráðsfundi í farnu viku at samtykti at fara undir við Articon.

Tikið var undir einum arbeiðstøkusáttmála við einum samlaðum tilboði frá Articon uppá 296,3 milliónir krónur umframt mvg.

Hetta merkir, at savnaði kostnaðurin við øllum allarhelst fer uppum 300 milliónir krónur.

Elsa Berg, borgarstjóri og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon

Einar Brimnes, Ráð, og Elsa Berg, borgarstjóri

Verkætlanin hevði lisitatión 31. januar, og tá freistin var farin, vóru fimm tilboð komin inn.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við Articon um verkætlanina.

Røktarheimið við Stórubrekku – eitt heim mitt í náttúruni

Um nýggja heimið skrivar torshavn.fo soeleiðis:

Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Byggingin skal leggja dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.

Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.  


Mett byggitíð er tvey ár og átta mánaðir. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja á vári 2025, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

21 Leygardagur 05. apríl 2025

Ferðavinnan náddi eina milliard í 2024

Ferðavinnan stendur nú fyri 6,8 prosentum av føroyska útflutninginum og er triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum

(Mynd: Visit Faroe Islands)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyska ferðavinnan náddi fyri fyrstu ferð eina milliard krónur í fjør.

Tað sigur Visit Faroe Islands, sum hevur lagt fram ársfrágreiðing fyri 2024.

Frágreiðingin vísir eitt ár við vøkstri, nýskapandi tiltøkum og burðardyggari menning av ferðavinnuni.

– Eg fegnist um, at ferðavinnan nú hevur rokkið aðalmálinum um 1 mia. kr. í umsetningi og sostatt í enn størri mun er við til at fjøltátta føroyska búskapin, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

– Serliga hugaligt er tað at síggja, hvussu ferðavinnan í dag skapar virðir og arbeiðspláss kring alt landið, samstundis sum hugurin fyri at gerast partur av hesi vinnu, er alsamt vaksandi.

Høvuðspunktini í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands, sum kann lesast her, eru:

Ein milliard krónur í útflutningi: Føroyska ferðavinnan, sum er ein útflutningsvinna, ið gevur útlendskt gjaldoyra til føroyska samfelagið, hevur nú fyri fyrstu ferð nátt yvir 1 milliard krónur í samlaðum útflutningi. Umsetningurin frá útlendskum ferðafólkum gjørdist 1.002 milliónir krónur samanborið við 980 milliónir í 2023. Sostatt er stóra málið, ið varð sett út í kortið í 2012, nú endiliga rokkið, fýra ár seinkað, vegna korona og aðrar uttanhýsis faktorar.

Ferðavinnan stendur nú fyri 6,8 prosentum av føroyska útflutninginum og er triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum, eftir fiski- og alivinnu.

Bruttovirðisøkingin varð 370 milliónir krónur í 2024, samanborið við 349 milliónir í 2023.

Gevið gætur at tjóðarlyklatølini frá Hagstovuni enn eru fyribilstøl – endalig tøl fyriliggja seinni í 2025.

Hóast umsetningurin setti met í 2024, kundi árið tó havt hilnast betur, um ikki tað stóra verkfallið hevði lagt Føroyar lamið í vikuvís, mitt í bestu ferðavinnuháárstíð, sum hevði nógvar avbókingar við sær.

130.000 ferðafólk í 2024: Ferðafólkatalið var á leið tað sama sum undanfarna ár, nevniliga 130.000 - harav um 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis.

Fleiri arbeiðspláss í ferðavinnuni: Talið av arbeiðsplássum innan ferðavinnuna er økt samanborið við undanfarna ár úr 649 til 690 ársverk.

Mett verður at minst túsund ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð í 2024, tá ikki bert inngangandi ferðavinnan er tald við. Tá eru t.d. útleigarar av stutttíðarleigu ikki taldir við, ið annars eisini eru nógvir í tali.

Umleið 70 prosent av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

22 Leygardagur 05. apríl 2025

40 føroyingar sleppa við at arbeiða sjálvboðið

Closed for Maintenance verður 1. til 3. mai. Leitað verður nú eftir 40 føroyingum at arbeiða saman við 80 útlendingum í hálvan triðja dag runt um í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 1. til 3. mai.

Átakið var fyrstu ferð í 2019, og hetta er sostatt sjeyndu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.

Altjóða hevur átakið vakt miklan ans, og hvørt ár eru túsund tals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu meiri enn 15.000 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

[object Object]

Arbeiði fer sum undanfarin ár at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi.

Til dømis verður ein verkætlan á Koltri, har vit saman við Tjóðsavninum fara at endurskapa víðagitna Eiðisdammin, ein onnur verkætlan verður við Gjógv, har gøtan út móti trappuni á Ovaranasa treingir til at vera gjørd og ein triðja verkætlan verður í Leynum, har bygdagøtan verður umvæld og drenað.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er hósdagin 17. apríl.

Tær níggju verkætlanirnar sum vera við í ár, eru hesar:

  1. Leynar – Væl umtókta bygdagøtan millum Leynar og Oyggjarvegin, sum er væl umtókt leið hjá reiðfólki og gongufólki, er sjónliga slitin og treingir til viðlíkahald. Vit fara at umvæla fyrsta strekkið úr Leynum oman fyri Múlheiðar, har gøtan er serliga slitin. Meginparturin av arbeiðinum snýr seg um at beina vatnið frá gøtuni (drena), so gøtan verður betri at ganga og og soleiðis at slitið frá nógvu vætuni verður avmarkað.
  2. Gjógv – Serliga í summarhálvuni eru nógv fólk at síggja við Gjógv, og túrurin niðan á Ovara Næsa er sera væl vitjaður. Gøtan sum gongur fram við gjónni yvir móti trappuni er slitin, og vit fara at umvæla so nógv av henni sum til ber. Onkrastaðni verður helst neyðugt at seta nøkur trin í lendið, aðrastaðni tilfar umframt at tað er neyðugt at drena, so vætan sleppur frá. 

  3. Skopun – Tætt við bygt øki í Skopun er vakara náttuúruperlan – Norðaravatn. Kommunan ynskir at gera økið meiri atkomiligt við eini lendisgøtu, so fólk lættari kunnu njóta náttúruvakra økið. Nýggj gøta verður gjørd oman til vatnið og síðani fram við vatninum so langt sum tíðin røkkur til. 

  4. Koltur – Koltur er lítil, men søgurík og náttúruvøkur oyggj. Fyrr ferðaðust fólk higar fyri at síggja Eiðisdammin, sum lá á Eiðinum, har Koltur er smalast. Tað var Niclas, pápi Niclas í Koltri, bátasmið, ið bygdi dammin, og um summarið lógu smá modellskip í hylinum. Ætlanin er nú at endurskapa henda søguliga dammin saman við fólkum frá Tjóðsavninum. 

  5. Bøur – Í Bø fara vit at umvæla og útbyggja eitt hugnaligt øki í bygdini. Í dag verður tað mest nýtt av bygdafólki, men ætlanin er at gera tað lættari at brúka og vitja fyri gestir í bygdini við nógvu ferðavinnutilboðunum. Onkur gøta skal viðlíkahaldast og endurbyggjast, skelti og vegvísing verða sett upp, og um tíð er til tess, verða trøð eisini plantað. Gist verður í Bø.

  6. Trongisvágur – Í Trongisvági er skótahúsið umvælt og gjørt hugnaligt til kampingpláss og gestir tess. Til ársins Closed for Maintenance fara vit at gera eina gøtu fram við skótahúsinum, ið verður áleið 60 metrar lang. Gøtan førir til ein foss, har ein bonkur verður settur til fólk at njóta umhvørvið.  Gist verður í skótahúsinum í Trongisvági.

  7. lsoy – Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Túrurin gongur tvørtur um mestsum alla serstøku oynna og endar við stásiliga vitan, sum varð bygdur í 1893. Síðani 2019 hevur Nólsoy verið við í Closed for Maintenance átakinum, og skeltir, steyrar og træbrýr leiða tey ferðandi upp um hamrar og tvørtur um mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt.

  8. Gøta – Vit fara at merkja leiðina niðan á Støðlafjall og Fransaholuna, so hon gerst lættari at finna og ferðast eftir. Tú fert at hjálpa við at finna besta veg til hellið og gera leiðina tryggari. Hetta er ein góður møguleiki at varðveita føroyska mentanararvin og gera staðið lættari atkomuligt fyri bæði føroyingar og ferðafólk.

  9. Tórshavn – Bygdagøtan til Kirkjubøar skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Nýggj skelti skulu eisini setast upp við gøtubyrjan og steyrar setast, har varðar mangla. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

23 Leygardagur 05. apríl 2025

Hetlendingar og føroyingar nógv at læra av hvørjum øðrum

Landsstýrismaðurin við innlendismálum, Bjarni Kárason Petersen fegnast um vitjan í grannaoyggjunum

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sær møguleikar fyri samstarvi við Hetland eftir vitjan í oyggjunum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Hetta var mín fyrsta vitjan í Hetlandi, og hetta var ein frálíkur túrur sigur landsstýrismaðurin, eftir at hava kunnað sodnað mongu upplivingarnar í Hetlandi saman við umboðum fyri fleiri stórar føroyskar vinnulívsfyritøkur, sum hann m.a. varðar av í Tinganesi.

[object Object]Føroyska ferðalagið uttan fyri høvuðssætið hjá hetlendska Ráðnum (Myndir: Jan Müller)

- Føroyar hava annars havt eitt ávíst samband við Hetland, sum man tó ikki sær nógv til í dag viðgongur landsstýrismaðurin.

- Nú var tað ein sendinevnd við nógvum umboðum frá vinnuni, og tað er kanska eitt gott høvi at byrja eitt samstarv eins og eitt samstarv innan infrakervi o.a. og har at skapa nøkur sosial og mentanarlig sambond eisini. Tað var eisini áhugavert at samanbera hvat vit hava til felags og hvørjir munir eru eisini, sigur Bjarni Kárason Petersen eftir at hava koyrt runt til flestu av oyggjunum og har sæð menningina av eitt nú fiskivinnuni og grønu orkuvinnuni.  

- Hvat kunnu vit læra av teimum spyr landsstýrismaðurin og svarar:

- Tey hugsa stórt í mun til ídnaðarverkætlanir. Tey eru ambitiøs í at fremja tað grøna orkuskiftið. Tey kýta seg nógv at tiltrekkja vælskikkaða arbeiðsmegi, og gera tað áhugavert at koma til Hetlands at búgva og skaffa nøkur góð arbeiðspláss. Tað sóu vit m.a. í tí norðastu oynni, Unst, har SaxaVord Spaceport liggur, og  har man satstar nokkso stórt uppá eina rúmdarvinnu, sum í stóran mun dregur til sín nógv hátøknilig størv. Tað var sera inspirerandi.

[object Object]

Føroyingar kunnu hjálpa hetlendingum 

- Hvat kunnu tey so læra av okkum? Tað var púra eyðsýnt, at tey høvdu stóran áhuga í at vita, hvussu vit í Føroyum høvdu útbygt okkara infrakervi bæði fysiskt og talgilt og eru tey sera áhugað í at fara undir at byggja undirsjóvartunlar, sum hevur verið ein brakandi succes í Føroyum. Harnæst legði eg alt fyri eitt merki til, at dekningurin í mun til internetið var ikki eins góður í Hetlandi sum hann er í Føroyum. So har hevði eg vónað, at vit kundu hjálpt teimum at fingið eitt støði, sum er líka gott sum okkara, tá tað viðvíkur interneti og samskfti. Tvs. at ment telesamskiftið við føroyskari hjálp. Tað kundu tey fingið nakað gott burtur úr.

- Vit hava eina av teimum bestu tøknunum í Føroyum yvirhøvur. Fólk her taka tað sum givið í dag men tá tú hevur verið í Hetlandi, minnir tað teg á hvussu tað hevur verið her.

Landsstýrismaðurin valdi sjálvur at royna stytstu leiðina til Hetlands, nevniliga beinleiðis við eini tyrlu hjá Atlantic Airways. Hetta var sera ómakaleyst og gav honum eisini nakað at hugsa um, tá stingast skal út í kortið aftur samferðsluna millum oyggjarnar.

[object Object]Andreas Mouritsen, tyrluskipari, saman við landsstýrismanninum á fyrstu ferð hansara við tyrlu til Hetlands 

- Hvussu kunnu vit samskifta betri, tá tað snýr seg um sambandið millum oyggjarnar spyr hann:

- Vit hava havt eitt avmarkað samband við Hetland søguliga, sum so er dottið burturaftur. Tað, sum tí eisini var eitt sindur tankavekjandi við hesi vitjanini var stutta frástøðan millum oyggjarnarnar. Tað tekur ikki langa tíð at koma til Hetland, men logistikkurin er bara ikki til steðar.

Hvussu betra vit sambandið millum oyggjalondini

- Tí haldi eg  man átti at dyrkað tað meira, annaðhvørt at vita, um vit høvdu rutur til Hetlands ella um tey høvdu møguleika t.d. at stovna eina flogrutu til Føroya, nakað, sum einaferð varð uppá tal við lokala flogfelagnum Logan Air.

- Sjóvegis samband hevur so ikki verið uppi aftur at venda reint politiskt, men um vinnan heldur tað er ein møguleiki so átti man kanska at hugt at tí, og tað var eisini ein av orsøkunum til at taka vinnuna við henda túrin. At fáa hana at vita, hvørjir møguleikar eru. Eg hevði vónað tað, tí tað er nærliggjandi at samstarva, tá vit eru tvey oyggjasamfeløg, sum eru ógvuliga eins  uppá nógvar mátar og sum hava somu avbjóðingar men eisini somu møguleikar.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tey í Hetlandi eru sera áhugað í  at gera eina ferð henda vegin kanska longu í heyst.

- Eg kann ímynda mær, at tað tey hava áhuga í at læra av okkum, er, hvussu vit hava útbygt stóran part av okkara infrakervi við undirsjóvartunlum. Og eisini hvssusu vit hava betrað um okkara internet. Men eru tað uttan iva eisini  nógv onnur spennandi ting, vit kundu víst teimum.

Bjarni K. Petersen  fegnast um, at tey valdu loysnina at flúgva beinleiðis við tyrlu til Hetlands, tí hetta gjørdi ferðina meira einfalda og nógv lættari. Tað gjørdi eisini, at tað bar til at fáa nógv meira burtur úr í tí avmarkaðu tíð vitjanin vardi.

- Tyrluflutningurin vísti seg at vera eitt sera gott val. Túrurin vardi í góðan hálvan annan tíma í besta sólskinsveðri og við eini sera royndari tyrlumanning. Har alt gekk uppá stás.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Andrea Manson, ovasti leiðarin í hetlendska Ráðnum, Shetland Island Council 

Hetlendingar við til at menna Føroyar

Undan heimferðini vísti landsstýrismaðurin í røðu síni í politisku háborginini í Lerwick til hetlendsku gestirnar við forkvinnuni Andreu Manson á odda, á, at føroyingar kenna seg nógv heima í Hetlandi. Náttúran og landslagið eru ikki tað ymisk men eisini mentanarliga kenna vit okkum aftur her. Bæði samfeløgini hava síðani víkingaøld valt ymsar vegir – Føroyar sum part av danska kongaríkinum og harvið í høvuðstættum ávirkað av Evropa, meðan Hetland sum partur av Bretlandi hevur verið undir anglo-saksiskari ávirkan.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaðurin heldur fráfaringarrøðu fyri forkvinnuni í hetlendska Ráðnum 

Bjarni K. Petersen vísti á søguligu bondini millum oyggjarnar í forðum, tá føroyingar við fyrst Cristian Pløyen og seinni Dr. Jacobsen ferðaðust í grannaoyggjunum í hvør sínum ørindum. Pløjen kom heimaftur við nýggjum lærdómi frá hetlendingum um fiskiskap og Dr. Jacobsen við at niðurskriva lokala málið Norn, áðrenn tað fór í gloymibókina.

[object Object]Kendi hetlendski Føroyavinurin John Goodlad her saman við parti av føroyska ferðalagnum 

Landsstýrismaðurin, sum hevði høvi at hitta kenda hetlendska rithøvudan og Føroyavinin John Goodlad undir vitjanini, nevndi eisini í røðu síni just tað stóra arbeiði Goodlad hevði gjørt fyri at kunna um ríku fiskivinnusøguna hjá bæði hetlendingum og føroyingum í bók síni : “The Salt Roads”, sum m.a. snýr seg um, hvussu hetlendingar góvu føroyingum íblástur til eina fiskvinnuframtíð,ið var við til at menna Føroyar til tað fiskivinnuídnaðarsamfelag tað er vorðið. Í dag standa grannaoyggjarnar báðar sum eitt gott dømi um tvey framstandandi fiskivinnusamfeløg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2025

24 Leygardagur 05. apríl 2025

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til Myanmar

Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðsjálvta í vikuni, og neyðhjálp hevur stóran týdning

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión í neyðhjálp til Myanmar.

Tað gjørdi nevndin av áðrenn árliga aðalfundin hjá Reyða Krossi í Føroya.

Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta fyri viku síðani, tann 28. mars, og framvegis liggja børn og vaksin fangað undir húsaleivdum. Tað hevur tískil alstóran týdning, at neyðhjálpin kemur fram sum skjótast, sigur Reyði Krossur Føroya.

Nevndin í Reyða Krossi er soleiðis skipað

Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Fía Niclasen, nevndarlimur
Tommy Petersen, nevndarlimur
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

25 Leygardagur 05. apríl 2025

Geopolitiski ófriðurin kann órógva bjartskygnið

Geopolitiska støðan hevur stórar óvissur knýttar at sær. Eitt nú eru fíggjarmarknaðirnar órógvaðir av, at amerikanski forsetin leggur eyka toll á vørur innfluttar úr Kina, Kanada, Meksiko og ES.

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2024 fór 45 prosent av føroyska vøruútflutninginum til ES og 15 prosent til USA. Ein stórur partur av laksinum fer til ES (55 prosent), ímeðan 27 prosent fer til USA og 12 prosent til Asia. Laksaútflutningurin er øktur til USA og steðgaður til Russlands eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022. Okkara botnfiskavørur fara í stóran mun til ES, meðan uppsjóvarfiskur í stóran mun fer til Russlands, og síðani ein minni partur til ES.

Tað skrivar Landsbanki Føroya.

Tollur á evropeiskar vørur sum heild kann hava við sær, at evropeiskar vørur missa kappingarføri á amerikanska marknaðinum, og tað kann hava lægri búskaparligt virksemi við sær í teimum londum í Evropa, sum í stóran mun útflyta til USA. Um búskaparvøksturin slakast í Evropa orsakað av amerikanska tollinum, kann keypiorkan hjá brúkarunum á okkara útflutningsmarknaðum í Evropa minka, og tað kann ávirka eftirspurningin eftir okkara fiskavørum neiliga.

Føroyar eru ikki í ES, men ein eyka tollur á vørur úr Evropa kann fyri Føroyar merkja, at tollur eisini verður lagdur á føroyskar vørur, sum verða útfluttar til USA. Føroyar útflyta laks til USA, og ein tollur hækkar prísin á laksinum í USA. Sostatt verður laksurin dýrari fyri keyparan at keypa, og tað kann ávirka eftirspurningin eftir laksi frá føroysku laksaútflytarunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

26 Leygardagur 05. apríl 2025

Cruise Faroe Islands: Nýtt áhugafelag sett á stovn

Endamál felagsins er at menna og miðla vitan um cruise ferðavinnuna í Føroyum, sigur felagið, sum hevði stovnandi aðalfund 27. mars

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á stovnandi aðalfundi hósdagin 27. mars 2025, varð áhugafelagið Cruise Faroe Islands sett á stovn.

Seinastu árini hava fleiri nýggj vinnurekandi og havnir leitað sær inn í cruise ferðavinnuna, og hava tey í felag luttikið á altjóða stevnum. Hetta samstarv hevur nú ført við sær, at stig eru tikin til at savna øll í einum felagsskapi.

Endamál felagsins er at menna og miðla vitan um cruise ferðavinnuna í Føroyum. Felagið hevur somuleiðis til endamáls at savna øll, ið hava áhuga og virksemi innan hetta økið, og at fremja felags áhugamál og samstørv. Hetta fyri at tryggja, at cruise ferðavinnan framvegis fær ein týðandi leiklut í føroyska búskapinum.

Eitt av høvuðsmálunum hjá Cruise Faroe Islands er at virka fyri, at ferðavinnan verður burðardygg – bæði fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt. Felagið vil eisini tryggja, at limirnir fáa eina felags rødd í landsins ferðavinnupolitikki.

Felagið leggur stóran dent á samstarv við onnur áhugafeløg, myndugleikar og vinnulívið í Føroyum, við tí fyri eyga, at skapa støðugan og haldføran vøkstur innan cruise ferðavinnuna. Ætlanin er eisini at savna og miðla hagtøl, sum kunnu gagna bæði havnum og handils- og vinnulívinum.

Nevndin, sum varð vald á stovnandi aðalfundinum, er mannað við umboðum frá ymsum partum í vinnuni – tvey umboð frá havnunum og einum umboði frá ávikavist kunningarstovum, túrveitarum og agentum. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Magni Vatnhamar Mouritsen, Mouritsen’s Bussar – formaður
Marjun Andreasardóttir, Klaksvíkar Havn – næstforkvinna
Joan Torleivsdóttir, Tor Shipping – kassameistari
Magnus Pauli West, Kunningarstovan í Vági – skrivari
Hanus Mikkelsen, Tórshavnar Havn

[object Object]
Nevndin í nýstovnaða áhugafelagnum, Cruise Faroe Islands

Við hesum vil Cruise Faroe Islands virka fyri einari framkomnari og væl skipaðari cruise ferðavinnu, ið bæði gagnar ferðafólkunum og styrkir føroyska búskapin.
Felagið bjóðar havnum, visit- og kunningarstovum, agentum og túrveitarum at gerast limir og harvið gerast partur av menningini av cruise ferðavinnuni í Føroyum. Hetta kann gerast, við at seta seg í samband við ein av nevndarlimunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

27 Leygardagur 05. apríl 2025

45 ár síðan fyrsta mjólkarpakkan hjá MBM

Nógv er hent í felagnum síðan 1. apríl 1980. Um nakrar vikur verður framleiðslubygningur í Skálavík tikin í nýtslu, har stórt úrval av ostum fer at verða framleitt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin var søguligur dagur hjá Meginfelag Búnaðarmanna. Tað eru nevniliga 45 ár síðan fyrsti mjólkarpakkin varð pakkaður á mjólkarvirkinum í Hoyvík.

Tað var 1. apríl 1980.

Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi.

Í dag framleiðir og selur MBM 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og fyritøkan er víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum.

Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.

Í mai/juni mánaða í ár fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har stórt úrval av ostum fer at verða framleitt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

28
Leygardagur 05. apríl 2025

Protokollir um fiskavørur undirritaðar í Beijing

Hetta tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður

Týsdagin vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk umframt fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk umframt fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing. Undirritanin av hesum protokollum tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður.

Áðrenn undirritanina var fundur millum landsstýriskvinnuna við uttanríkis- og vinnumálum og kinverska vararáðharran, Zhao Zenglian. Á fundinum fegnaðust báðir partar um góða samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í londunum báðum, og umrøddu týdningin, ið hesar protokollir hava fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina.

Tað er týdningarmikið, at føroyska útflutningvinnan fær betri atgongd til fleiri marknaðir fyri at tryggja, at okkara útflutningur ikki gerst ov sárbærur fyri broytingum á heimsmarknaðinum. Tí hava protokollir sum hesar týdning og eg eri sera fegin um, at hendan undirritanin kom í lag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum. 

Uttanríks- og vinnumálaráðið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

29
Leygardagur 05. apríl 2025

Sjókovin á odda fyri stórari altjóða verkætlan

Sjókovin skal stjórna nýggjari, altjóða granskingarverkætlan um veðurlagsbroytingar í fiskivinnuni. Eisini fær Sjókovin leiðandi leiklut í tveimum øðrum verkætlanum um burðardygd í fiski- og alivinnu

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi árini koma fleiri milliónir í granskingarpengum til Føroya úr evropeiska granskingarstovninum, Horizon Europe. Sjókovin og føroyskir samstarvsfelagar hava fingið játtað tilsamans góðar 18 milliónir krónur til granskingarverkætlanir frá Horizon Europe.

Fyri Sjókovan er talan um tríggjar verkætlanir, nevniliga MeCCAM, OCCAM og MarineGuardian. Allar eru nýggjar verkætlanir, sum skulu økja burðardygd í fiski- og alivinnu, minka umhvørvisárin og fyrireika vinnurnar at handfara avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Eisini skulu tær hjálpa vinnulívinum at lúka vaksandi krøv um at gera frágreiðingar innan burðardygd.

Minka útlát og tillaga fiskiskap
Sjókovin fer at stjórna MeCCAM-verkætlanini, sum skal menna loysnir at minka útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar. Eitt av granskingarøkjunum er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Verkætlanin greinar eisini samband millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku.

Samstarvspartar eru úr níggju londum, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin. Verkætlanin hevur fingið tilsamans 33,5 mió. kr. úr ES.

OCCAM-verkætlanin fevnir um alivinnuna, men hevur sama endamál sum MeCCAM. Her skal Sjókovin standa fyri samfelags- og búskaparligu greiningunum. Eisini Firum, Hiddenfjord og Avrik luttaka í verkætlanini. Sjókovin stendur eisini fyri samfelags- og búskaparligu greiningunum í MarineGuardian-verkætlanini, ið skal minka umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og verja havvistskipanir. Verkætlanin skal finna loysnir at minka um m.a. hjáveiðu, burturkast og oljunýtslu.

Hørð kapping um fígging
Altjóða verkætlanir eru grundarlagið undir virkseminum hjá Sjókovanum. Hvørt ár verður nógv orka brúkt til at skriva umsóknir saman við altjóða samstarvsfeløgum, serliga til Horizon Europe.

Á hvørjum ári lýsir Horizon Europe eftir umsóknum innan fyri ávís evni, har avbjóðingar skulu loysast. Uppgávan hjá granskarum er so at taka seg saman í samtøk og koma við uppskotum um, hvussu tey í felag kunnu loysa avbjóðingar. Sera hørð kapping er um slíka fígging frá ES, og bara tær allarbestu verkætlanirnar verða fíggjaðar. Í miðal fyri Horizon Europe fær bert 10. hvør umsókn fígging.

Í 2024 sendi Sjókovin tríggjar umsóknir um omanfyri nevndu verkætlanir til Horizon Europe. Allar fingu tilsøgn um fígging. Nú verður seinasta hond løgd á sáttmálarnar, og eftir ætlan byrja verkætlanirnar 1. mai og vara í fýra ár.

Luttøkan hjá føroyskum fyritøkum og stovnum í altjóða verkætlanum innan gransking og nýskapan hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Fyritøkur og stovnar fáa her møguleika at skapa nýggja vitan, nýhugsan og burðardygga menning, eins og tað styrkir okkara altjóða støðu og netverk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2025

30
Leygardagur 05. apríl 2025

Kvikk seldur til Grønlands

JFK hevur selt Kvikk av landinum. Grundarlag er ikki at keypa annað skip fyri loyvini hjá Kvikk, sigur Hanus Hansen, reiðari

Línuskipið Kvikk er selt til Grønlands (Savnsmynd: Skipalistin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Línuskipið Kvikk hjá JFK í Klaksvík er selt til Grønlands, og skipið er selt uttan loyvir.

- Vit hava selt Kvikk, sum hevur ligið í Klaksvík í eitt lítið ár, sigur Hanus Hansen, reiðari há JFK.

Reiðarin sigur, at skipið hevur ligið í eitt lítið ár, og at skipið er selt uttan loyvir.

Hóast Kvikk nú er seldur, so er eingin ætlan um at keypa annað skip fyri ísfiskalínuskipið, sum hevur havt heimastað í Føroyum seinastu mongu árini.

- Fiskidagarnir eru bara minkaðir seinastu tíðina, og grundarlag er ikki fyri at keypa annað skip fyri loyvið hjá Kvikk, so tað liggur ikki í kortunum í løtuni, sigur Hans Hansen, reiðari, sum upplýsir, at fiskidagarnir verða býttir út millum onnur skip hjá samtakinum.

Tað gongur ein tíð áðrenn skipið fer úr Føroyum. Ísfiskalínuskipið skal upp á sleipistøð, har ymiskt skal gerast í sambandi við skipasøluna. Tað er grønlendska reiðaríið, Arsuk Food, sum hevur keypt Kvikk.

Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er selt fyri, men Kringvarpið skrivar, at Kvikk er seldur fyri seks milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

31
Leygardagur 05. apríl 2025

Fyrrverandi føroysk systurskip umbygd til djóraflutningsskip

Fyrrverandi føroysku systurskipini Star Saga og Star Viking eru í dag bæði umbygd til djóraflutning

Star Saga (Mynd: Shipspotting)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var í 1983, at Star Line yvirtók farmaskipið Star Viking og árið eftir kom systurskipið Star Saga. Bæði farmaskipini vórðu bygd á Skála Skipasmiðju.

Talan var um tvey stór farmaskip, sum Star Line hevði latið bygt á Skála, og skipini vóru rættuliga eyðkend við sínum gula litið, sum reiðaríið brúkti til síni skip. 

Seinni blivu skipini seld og fingu nøvnini Viking og Saga, og endaðu í sigling undir Skipafelagnum, sum seinni seldi skipini av landinum.

Star Viking hevur havt nøvnini Jotunheim, Aira Lola, aftur Star Viking  og nú Mira síðani skipið bleiv selt av landinum í 1996. Mira hevur í dag heimstað á Komoroyggjum í Indiahavi.

Star Saga fekk navnið Ludvig Andersen og seinni Silver Fjord. Undir navninum Silver Fjord kom skipið í sigling millum Føroyar og Skotland í nøkur ár, har tað sigldi við frystum fiski. Star Saga fór úr føroyska flotanum í 1997. Í dag kallst skipið Falcon UA og hevur heimstað í Guinea-Bissau.

Tað eru fleiri ár síðani at Mira (fyrrverandi Star Viking red.) bleiv umbygt til djóraflutningsskip, og hevur skipið eisini siglt víða um við djórum. Eigararnir fóru tó á heysin, og skipið lá í eina tíð, men nú er skipið aftur í vinnu undir nýggjum eigarum. 

Falcun UA, sum Star Saga kallast í dag, er nýligani seld, og sisini umbygt til djóraflutningsskip. Hvør eigur hetta skipið í dag vita vit ikki.

[object Object]
Fyrrverandi Star Saga er júst umbygd og kallast nú Falcon UA og hevur heimstað í Guinea-Bissau (Mynd: Hilmar Snorrasson)

[object Object]
Star Viking (Mynd: Shipspotting)

[object Object]
Fyrrverandi Star Viking kallast í dag Mira og hevur heimstað á Komoroyggjum í Indiahavi (Mynd: Shipspotting)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

32 Leygardagur 05. apríl 2025

Landsstýrið stuðlar 11 útoyggjaverkætlanum

27 umsóknir komu inn í ár

(Mynd: Løgmálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Løgmálaráðið fekk í ár 27 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning, og av teimum hava 11 fingið játtað stuðul.

Tilsamans varð søkt um 4,3 milliónir krónur, men játtanin er 1,1 millión krónur, skrivar Løgmálaráðið.

Endamálið við játtanini er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggjarnar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Tey, sum hava fingið stuðul, eru:

  • Svínoy: 100.000 krónur
  • Fugloy: 70.000 krónur
  • Skúvoy: 360.000 krónur
  • Mykines: 145.000 krónur
  • Hestur: 145.000 krónur
  • Stóra dímun: 70.000 krónur
  • Kalsoy: 10.000 krónur
  • Útoyggjafelagið: 200.000 krónur

Tað verður ikki greinað nærri, hvat stuðulin er ætlaður til.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

33 Leygardagur 05. apríl 2025

Vænta at nýggju oljutangarnar á Hulki eru klárir einaferð í mai

- Har skuldi eingin stór forðing verið eftir, sum av álvara kann seinka arbeiðinum, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

 - Vit hava ikki sett nakað endaliga dagfesting á. Men vit vænta, at teir fara at koyra einaferð í mai.

Hetta sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta, við Portalin í dag.

Tað er í stóran mun Krafta, sum stendur fyri at fáa nýggju oljutangarnar á Hulki á Stronum at í gongd. Teir komu til landið fyri einum lítlum mánaði síðani.

Rói Kalsø staðfestir, at hóast tangarnir komu lutfalsliga seint, í mun til ætlanina, so fann man lagaligu løtuna. Og tað hevur gingið væl.

- Sum heild hevur arbeiði gingið eftir ætlan. Frá okkara síðu eru vit í øllum førum glaðir og nøgdir, og har er eingin stór forðing eftir, sum av álvara kann seinka arbeiði.

Tað er tó altíð avbjóðandi at byggja í Føroyum; serliga hvat viðvíkur veðrið og vindi, sigur stjórin.

Tað vil siga, at um einki óvænta hendir, so standa stóru tangarnir til reiðar at nýta einaferð í næsta mánaða.

Oljutangarnir hjá Kraftar eru 17 metrar høgir, 14 metrar í tvørmát, taka 2500 rúmmetrar av olju, og viga umleið 57 tons hvør.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

34 Leygardagur 05. apríl 2025

Reisigildi á koblingarstøðini á Sandi

Endamálið við 60/20 kV koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Merkið veittraði á koblingarstøðini á Sandi fríggjadagin 28. mars.

Arbeiðsfólk, veitarar, umboð fyri Sands kommunu og Sev vóru møtt í nýliga innilokaðu koblingarstøðini á Sandi.

Bygningurin, sum er staðsettur inni í grótbrotinum í bygdini, er 962,5 fermetrar til støddar í partvís tveimum hæddum og skal hýsa 60 og 20 kV avbrótarum, transformarum v.m.

Fyritøkan Norcon Betong og Timbur úr Vági hava staðið fyri planering og byggiarbeiði, meðan El Net og RenoVent standa fyri ávikavist elarbeiðnum og ventilatiónini. Brim arkitektar hava teknað, Landsbyggifelagið er konstruktiónsráðgevi og SMJ hevur verkætlanarleiðsluna.

Arbeiðið hevur higartil gingið væl og tíðarætlanin er hildin.

Endamálið við 60/20 kV koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga.

Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar útbyggingar við øktum elorkutørvi somuleiðis standa fyri framman. Um ikki ein tunnil til Suðuroyar kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið.

Koblingarstøðin hevur verið í umbúna síðani 2006, segði Jón Nielsen, so tað var stórt at kunna staðfesta, at arbeiðið nú er komið so mikið ávegis, at støðin er innilokað og avskildrað.

Afturat verandi nýreista bygningi skal ein battaríhøll á 586 fermetrar eisini byggjast. Endamálið við henni er at hýsa battarískipan, sum skal balansera orkuna frá komandi vindmyllulundini í Klivaløkshaga.

Báðir bygningar væntast at standa lidnir um ársskiftið, og skipanirnar at verða settar í rakstur á heysti 2026.

Kelda: SEV

[object Object]
Jón Nielsen, deildarstjóri hjá Sev



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

35 Leygardagur 05. apríl 2025

Vágs býráð samtykt at auditorium verður gjørt liðugt

Hetta skal veita Vágs skúla ein nútímans pall til undirvísing, fyrilestrar og onnur tiltøk

Býráðið hevur áður arbeitt við ætlanunum, og nú verður farið undir ítøkiliga fyrireiking. Samtyktin merkir, at næstu stigini í byggiarbeiðinum nú verða sett í verk (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Vágs býráð at halda fram við arbeiðinum at gera eitt auditorium við tilhoyrandi hølum í Vágs skúla.

Vágs kommuna skrivar, at hetta er ein liður í menningini av skúlanum og skal skapa betri karmar fyri næmingar og lærarar.

Arbeiðið við auditorium hevur verið á breddanum í eina tíð, og nú er avgjørt at fara víðari við verkætlanini. Endamálið við auditorium er at veita skúlanum ein nútímans pall til undirvísing, fyrilestrar og onnur tiltøk.

- Vit vilja skapa góðar og tíðarhóskandi umstøður fyri næmingar og lærarar. Við auditorium fæst eitt nútímans høli til undirvísing, fyrilestrar og onnur tiltøk. Samstundis er tað umráðandi, at okur hava eina greiða langtíðarætlan fyri skúlan, so hann kann mennast eftir einum varandi og framtíðartryggjaðum leisti, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri 

Býráðið hevur áður arbeitt við ætlanunum, og nú verður farið undir ítøkiliga fyrireiking. Samtyktin merkir, at næstu stigini í byggiarbeiðinum nú verða sett í verk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

36 Leygardagur 05. apríl 2025

Fyrsta umfar av Sement verður í kvøld

Átta bólkar fara at framføra í Reinsarínum í fyrsta umfari av Sement 2025

Gówa vann Sement í fjør (Savnsmynd: Gwenäel Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kvøld fer ársins útgáva av tónleikakappingini Sement av bakkastokki í Reinsarínum í Havn.

– Leygarkvøldið 5. apríl verður Reinsaríið fylt við nýggjum tónleiki, livandi framførslum og pulserandi stemningi, tá fyrsta umfar av Sement verður skotið í gongd! Hetta er løtan, har vit uppliva roynd og óroynd, har felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin, skriva fyriskiparar, sum herfyri boðaðu frá metstórari luttølu í kappingini.

28 bólkar hava teknað seg til kappingina, og átta teirra luttaka í fyrsta umfari.

Teir eru: AWL, Gjáir, Karla Hansen, Ókendir, Solstice, Doysin, Jarhzé og Novacaine.

Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast á torsgota.fo.

Í fjør var tað bólkurin Gówa, sum vann Sement, meðan Ragnar Finsson gjørdist nummar tvey, og Ása Helena Brynjarsdóttir gjørdist nummar trý.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

37 Leygardagur 05. apríl 2025

Grammy-vinnari á palli í OY

Í kvøld klokkan 21 verður OY karmur um eina altjóða tónleikauppliving, tá Grammy-vinnandi tónleikaframleiðarin, sangarin og multi-instrumentalisturin, Printz Board, fer á pall saman við sínum orkestri The Butter Funk Family

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Printz Board hevur í yvir tvey áratíggju verið ein týðandi leikari í altjóða tónleikaídnaðinum.

Hann er serliga kendur fyri sítt arbeiði við Black Eyed Peas, har hann hevur verið við at skriva og framleitt fleiri av teirra kendastu løgum, m.a. “Where Is the Love?”, “Boom Boom Pow” og “Meet Me Halfway”. Umframt hetta hevur hann eisini samstarvað við nøvn sum Justin Timberlake, Fergie, CeeLo Green og Mark Ronson.

Við The Butter Funk Family bjóðar Printz Board eina orkufulla og improviseraða framførslu við røtum í funk, soul og groove. Konsertin í OY verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og sambært Printz sjálvum hevur hann longu fingið góðan tokka fyri landið.

– Eg elski at vera her, sigur hann.

– Tá eg steig á land, merkti eg beinanvegin eina heilt serliga orku. Eg elski seyðin, byggilistina, flaðtekjurnar, fossarnar – og eg elski matin!

Og sambondini til Føroyar eru longu til staðar. Mikael Blak, Per Ingvald Højgaard Petersen og Rógvi á Rógvu – tríggir av mest virknu og royndu tónleikarunum í Føroyum – fara allir at spæla saman við Printz í kvøld. Teir kenna hann frá einari turné við Eivør í Los Angeles, og tónleikaligt vinalag uppstóð beinanvegin. Nú hittast teir aftur til eitt kvøld merkt av funki, improvisatión og livandi spæligleði.

Konsertin verður hildin í OY, ið seinastu tíðina hevur ment seg til ein av høvuðspallunum fyri livandi tónleik í Tórshavn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

38 Leygardagur 05. apríl 2025

Benjamin Rajani - sangskriving í serflokki

Ummæli: Fríggjadagin 28. mars hevði Benjamin Rajani útgávukonsert á Reinsarínum

 
SkrivaÐ:

Ári Rouch

Mjúk og hóskandi upphiting
Benjamin hevði fingið dugnaliga guitarsnillingin og sangskrivarin, Jónas Gaard, at hita upp hetta kvøldið. Hetta lá til høgrabeinið, tá Jónas eisini upptraðkaði saman við Benjamin.

Jónas hevur hittað í Føroyum saman við Sigrið við frálíku løgunum ”Farin” og ”Hon er mítt heim”. Jónas upptraðkaði einsamallur hetta kvøldið, bert hann og gittarin, men megnaði hann at fanga áhoyrararnir við trimum løgum. Fjøldin lurtaði hugbundin, ein hóskandi upphiting, sum legði huglagið fyri kvøldið.

Osaði av dygd og dugnasemi
Tá klokkan var farin nakað av níggju kom Benjamin Rajani við bólki á pallin. Reinsaríið var eitt sindur yvir hálvfult, sum var heldur spell, tí hendan útgávan er veruliga verd at feira.

Við sær á pallin hevði Benjamin dugnaligar tónleikarar. Áður nevnda, Jónas Gaard á gittar og banjo, Ari Seward á bassi, Aksel Remmel á klaver og Hjørtur Háberg á trummum, hartil vóru Ernst Remmel á trompet, Kristina á Váli á cello og Ragnar Festirstein á violin við á ávísum løgum.

Hevði sjálvur lurtað eftir nýggju plátuni, ”Tá hvørt ljós líkist tær”, sum kom út sama dagin sum konsertin. Var tískil sera spentur til konsertina, tí útgávan er eitt vælaverk, ein serstakliga góð pláta við 12 vælskrivaðum løgum á føroyskum máli.

Útgávan ljóðar væl, er væl framleidd av danska framleiðaranum Esben Svane, sum saman við Benjamin hevur lagt til rættis og staðið fyri størsta partinum av ljóðførunum í innspælingini. Eg var við hesum sera spentur og forvitin um, hvussu bólkurin fór klára at bera útgávuna fram, nú hetta var fyrstu ferð at løgini skuldu framførast við bólki.

Benjamin legði fyri við fyrstu skering av útgávuni - ”Orð eru fátæk”. Benjamin gav til kennar í útvarpssendingini ”Leitistein”, at hann var stórur Teitur fjeppari, og íblásturin kom eisini til kennar í fyrsta lagnum við tunga stevinum og stórsligna niðurlagnum. Frálíka banjospælið hjá Jónasi fylgdi okkum inn í næsta lagið ”Royni enn at gloyma”, eitt fangandi lag, sum eisini hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum. Birita Dam, sum syngur kór á útgávuni var ikki tøk til konsertina, men røktu Ari Seward og Aksel Remmel hendan leiklutin nøktandi á konsertini.

Ljóðið í Reinsaríinum var framúr hetta kvøldið, væl blandað av Kristoffuri Mørkøre handan knøttarnar. Ljóðførðini komu klárt og væl út í rúmið, meðan røddin hjá Benjamin lá sveimandi omaná. Benjamin er nógv mentur sum sangari. Meðan hann áður tíðum hevur havt lyndi til at blíva heldur skingur, tá hann pressar røddina, so er klangurin totalt undir kontrol á nýggju útgávuni, og var hon tað eisini fríggakvøldið. Benjamin ljóðaði framúr. Fjórða lagið ”Bæði so og so”, er helst besta dømi uppá sangdygdirnar hjá Benjamini, har hann syngur so sera vakurt falset í niðurlagnum, eitt av hæddarpunktunum á konsertini. Annað hæddarpunkt var hitt aftur Teitur inspireraða lagið ”Greinar sum svørð”. Ein stuttlig hugleiðing, um tað fría og óspilta við at vera barn. Huglagið minti eitt sindur um lagið «Clara» hjá Teiti við tí óspiltu leikandi gentuni. Teitur er ein meistari í lagsmíð, og her leggur Benjamin Rajani seg væl uppat. Eins og útgávan, osaði konsertin av dugnasemi og nærlagni Benjamins.

Benjamin takkaði fyri vakra lagnum «Lívsins balkong». Ein vakur sangur um vinalag og at vaksa til. Eitt hóskandi lag at enda konsertina við, eitt high-note. Lagið rørdi áhoyrararnar og bólkurin bleiv sjálvsagt klappaður inn aftur til eitt eykalag. «Tað var gott tit klappaðu, tí vit høvdu eitt lag afturat», segði Benjamin brosandi.

Seinasta lagið var «Minnist» - eitt feitt, lívligt pop-rock lag og fjøldin kundi fara glað og upplyft avstað. Sjálvur fór eg grunandi yvir frálíku konsertina og útgávuna ”Tá hvørt ljós líkist tær”, og at Føroyar eiga enn ein sangskrivara í serflokki, sum eg gleði meg at hoyra meira til. Hálvfulla Reinsaríið vitnaði kanska um, at øll enn ikki hava fingið eyguni upp fyri dugnaliga lagsmíðinum hjá Benjamin Rajani, men hugsi eg, at hetta bert ein spurningur um tíð.

Setlistin

1. Orð eru fátæk
2. Royni enn at gloyma
3. Býttur
4. Bæði so og so
5. Sig mær
6. Greinar sum svørð
7. Mánakvøld
8. Morgunljóð
9. Bláfryst og kvirr
10. Stjørnuhav
11. Lívsins balkong
12. Minnist

 [object Object]

Les eisini ummæli á Birk-blogg: Sermerkt og rík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

39 Leygardagur 05. apríl 2025

Metstór føroysk luttøka á viðurkenda Great Escape Festivalinum

Hóast Føroyar kortini ikki vera fokusland, so verða átta einstaklingar/bólkar úr Føroyum at uppliva til tiltakið í Brighton í mai. Her kunnu evnaríkir tónleikir vísa seg fram

Tónlistafólkini og bólkarnir, sum nú eru váttaðir og kunngjørdir til festivalin, eru: Eivør, Tamara Mneney, Elinborg, Jazzygold, Silvurdrongur, Joe & The Shitboys, Ragnar Finsson og Aggrasoppar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar hava í fleiri ár verið væl umboðaðar á viðurkenda showcasefestivalinum The Great Escape. Við stórari gleði kundu vit síðst í 2024 almannakunngera, at føroysk tónleikavinna tók næsta risafetið, tá Føroyar vórðu valdar av festivalinum til at vera fokusland í 2025. Sum kunnugt varð henda kunngerðin tíverri tikin aftur av politiskum orsøkum bert eina viku seinni.

Sí eisini: Grindadráp forðar Føroyum at veruliga koma í sjóneykuna

Sí eisini: Løgd undir at vera ein propagandastovunur hjá føroyska landsstýrinum

Hóast hetta bakkastið kann FMS nú avdúka, at Føroyar kortini verða ómetaliga væl umboðaðar á festivalinum í 2025, við metstórari luttøku. Heili átta tónlistafólk og bólkar úr Føroyum luttaka.

Tónlistafólkini og bólkarnir, sum nú eru váttaðir og kunngjørdir til festivalin, eru: Eivør, Tamara Mneney, Elinborg, Jazzygold, Silvurdrongur, Joe & The Shitboys, Ragnar Finsson og Aggrasoppar

- Vit eru ótrúliga fegin um, at framgongdin heldur fram," sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export (FMX).

- Festivalurin er ein týdningarmikil pallur, sum kann styrkja føroyska tónleikaútflutningin, og áhugin fyri Føroyum og okkara tónleikaídnaði veksur støðugt. Hóast samstarvið við festivalin um framtakið fyri Føroyar í 2025 ikki gekk sum ætlað í byrjanini, gleða vit okkum nú til at sýna okkum fram í mai.

- Onkur tónleikanøvn er boðin aftur, og tað er av fleiri orsøkum, greiðir hann víðari frá.

- Tá vit upprunaliga gjørdu avtalu um, at Føroyar skuldu vera fokusland, fóru vit beinanvegin undir at menna hugskot saman við festivalinum um, hvat skuldi henda. Nøkur av hesum hugskotum verða framvegis framd, hóast tingini ikki gjørdust heilt sum ætlað. Eivør spælir til dømis eina stóra konsert á einum av teimum størstu pallunum, meðan Joe & The Shitboys eru valdir at kuratera sítt egna konsertkvøld, har teir velja tríggjar aðrar útlendskar bólkar at spæla á sama palli. Hetta kvøldið er kanska serliga ætlað LGBT-umhvørvinum, men tað er opið fyri øllum. Vit kunnu venda tí við og kalla tað eitt "straight-vinaligt "-tiltak, sum er heilt í andanum hjá Joe & The Shitboys, sigur Glenn Larsen.

[object Object]

Hann leggur afturat:

- Aggrasoppar gjørdi øll ovfarin við at vinna Steve Strange-heiðurslønina fyri 2024, og hetta gjørdi tað sjálvsagt fyri festivalin at bjóða teimum aftur í 2025. Hetta er eitt stórt góðskustempul, sum fer at lata fleiri dyr upp fyri teimum.

- Elinborg er longu kunngjørd og marknaðarførd á festivalinum sum ein partur av "First Fifty"-listanum. Stutt sagt merkir hetta, at hon er millum tey fyrstu 50 tónlistafólkini, sum vórðu kunngjørd, og hetta vísir greitt, at bookingbólkurin á festivalinum veruliga trýr upp á hana sum tónlistafólk.

- Tá talan er um Jazzygold, hevur festivalurin lagt merki til hennara jaligu menning seinastu tvey árini. Samstundis hevur hon givið sína debut-EP út áðrenn festivalin, og hetta hevur við sær, at bookingbólkurin við stórum eldhuga nú hevur boðið hana aftur til festivalin.

- Ragnar Finsson, Tamara Mneney og Silvurdrongur eru øll nýggj fyri altjóða áhoyrarar og tónleikavinnuna, men eg eri sannførdur um, at tey eru klár til næsta stigið og fara at fáa nógv burturúr showcasefestivalinum. Tað verður framvegis tosað um fantastisku framførsluna hjá Silvurdrongi á Iceland Airwaves í november, endar Glenn Larsen.

Øll tey føroysku listafólkini fara at framføra tvær konsertir hvør, báðar sum part av almennu festivalsskránni. Afturat konsertunum verður ein vinnuráðstevna við áhugaverdum pallborðum, viðkomandi kjaki, høvuðsrøðum og góðum møguleikum fyri netverkan. Ein stórur hópur úr føroysku tónleikavinnuni verður væntandi við á festivalinum.

Um The Great Escape:
The Great Escape Festival er ein tónleikafestivalur, sum varar í tríggjar dagar. Hann verður hildin har suðuri í Brighton í Englandi hvørt ár í mai. Festivalurin verður fyriskipaður av MAMA Festivals og sýnir fram nýggjan tónleik úr øllum heiminum og í alskyns tónleikasjangrum. Festivalurin varð stovnaður í 2006 og hýsir umleið 300 tónleikabólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring býin.

Festivalurin dregur til sín fólk í tónleikavinnuni úr øllum Evropa og aðrastaðni úr heiminum og hevur fleiri ferðir víst seg at vera ein týdningarmikil pallur fyri tónlistafólk at byrja sína yrkisleið – og ikki minst: ein serligur møguleiki at sýna seg fram fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni.

The Great Escape er kendur sum ein showcasefestivalur, har fólk í tónleikavinnuni kunnu finna nýggj talent, og áhoyrarar fáa møguleika at uppliva tónlistafólk í einum meira intimum umhvørvi, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring heimin. Seinastu árini hava Føroyar fingið alt meira pláss og alt meira uppmerksemi á hesum viðurkenda festivali.

Meira um The Great Escape HER.

The Great Escape verður í ár hildin í Brighton frá 14. til 17. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

40 Leygardagur 05. apríl 2025

Metnógvir ungir tónleikarar luttóku í Stella Polaris 2025

Tey, sum fingu fyrstu virðisløn í teimum fýra bólkunum vóru Elin Rasmussen, violin (20-24 ár), Helge Marius Greve, klaver (16-19 ár), Tóki Linduson Hentze, klaver (12-15 ár), og David Caabay Nattestad, klaver (0-11 ár)

(Myndir: Annika Djurhuus Olsen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu dagarnar hevur kappingin Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar verið á Tórshavnar Musikkskúla fyri sjeyndu ferð, og í ár varð luttakaratalið methøgt. Heilir 99 ungir tónleikar vóru við í kappingini hesa ferð.

Tey ungu kappaðust í fýra ymsum aldursbólkum. Tveir teir yngstu kappaðust hósdagin, tann næst elsti fríggjadagin, og tann elsti kappaðist í gjár, leygardagin.

Dómararnir bóru fram, at uppgávan at skilja millum tey mongu dugnaligu fólkini var sera torfør, og at tónleikaliga støðið var óalmindiliga høgt.

[object Object]Violinleikarin Elin Rasmussen vann Stella Polaris í elsta aldursbólkinum

Virðislønir vórðu latnar til hesar tónleikarar:

Bólkur 4 (20-24 ár)
1. virðisløn: Elin Rasmussen, violin
2. virðisløn: Ari Hammer Joensen, urga
3. virðisløn: Dan Eyðun Karbech Saxov, gittar

Bólkur 3 (16-19 ár)
1. virðisløn: Helge Marius Greve, klaver
2. virðisløn: Ásgerð Stenberg Olsen, floyta
3. virðisløn: Mikkjal Davidsen, sello
Herðaklapp: Bjørn B. Patursson, sello

Bólkur 2 (12-15 ár)
1. virðisløn: Tóki Linduson Hentze, klaver
2. virðisløn: Sólja Ellen Rye, violin
3. virðisløn: Elisa Andrésen Arge, sangur
Herðaklapp: Annvør Róaldsdóttir, akkordeon

Bólkur 1 (0-11 ár)
1. virðisløn: David Caabay Nattestad, klaver
2. virðisløn: Tabita S. Christiansen, floyta
3. virðisløn: Steinbjørt Janet Høgnaberg, akkordeon & Emil Aaen Nordendal, klaver (deild virðisløn)
Herðaklapp: Yngvi Ferdinand Hamrá Holm, kontrabass

Dómarar til Stella Polaris 2025 vóru Anna Klett, høvuðsdómari; Jákup Lutzen, umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking; Jósef Zachariassen, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla; Monika Stauss Joensen, umboðandi FSO; og Andras Sólstein, umboðandi áhoyrarar.

Stella Polaris verður aftur í 2027.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

41 Leygardagur 05. apríl 2025

Nýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikk

Mikudagin gav forlagið Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum? Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum? Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk? Og hvussu sær framtíðin út?

Mikudagin gav forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast "Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðger føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2025

42 Leygardagur 05. apríl 2025

Ummæli av bókini “Heimsins Nalvi”

- Føroyskur uttanríkispolitikkur i meir enn eina fjórðings øld

Sendistovan í Brússel (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Innsent / Johan Dahl

Sum eygleiðari og virkin politikari havi eg í mong  ár fylgt við og sjálvur verið partur av tí gongd, sum hendan bókin lýsir.

Eg kenni nógv av  søguligu frágreiðingunum i bókini aftur, ikki bara sum lesari, men sum luttakari og vitni.

"Heimsins Nalvi" er eitt áhugavert og neyvt rit, ið megnar at fáa fram kjarnuna í føroyskum uttanríkispolitikki gjøgnum meir enn eina fjórðingsøld – eitt tíðarskeið, sum hevur verið fyri stórum broytingum og har vit hava tikið stór fet fram á leið, bæði hvat uttanríkispolitiskari ábyrgd og sjálvsræði víðvikur.

Bókin er ikki bara eitt áhugavert savn av greinum; hon er eitt politiskt skjal, ið á skilagóðan hátt lýsir, hvaðani vit koma, hvar vit eru, og hvagar vit kunnu fara sum land við áhaldandi vaksandi ábyrgd og vilja til at standa á egnum beinum í altjóða samfelagnum.

Bókin minnir okkum eisini á, hvussu ofta tað hava verið stórar søguligar hendingar - kríggj, kreppur og geopolitisk broyting - sum hava skapt gluggar fyri føroyskum áhugamálum. Og tá vit hava torað at tikið stigið, hava vit eisini flutt mørk - fram kemur tann i hóvliga fer, sigur orðatakið, og tað haldi eg vit hava dugað higartil.

Eg eri fegin um, at bókin ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu virðismikið tað hevur verið, tá føroyskir politikarar og embætisfólk hava havt dirvi og víðskygni at fremja okkara egnu politisku strategiir. Hóast mótstøðu, bæði uttanifrá og innlendis, so hevur eydnast at koma væl fram á leið, her hugsi eg serliga frá seinna heimsbardaga og frameftir, har stór stig eru tikin so sum Heimastýrislógin, Sjómarkið, Fiskivnnnuavtalan við Rusland 1977, Landgrunnssamráðingarnar, Bygnaðarbroytingarnar mitt í 90,unum, uttanrikispolitisku heimildarlógirnar, makrelstríðið við ES  osfr.

Tað eru júst hesi stóru politisku mál, sum hava lagt lunnar undir tær strukturellu broytingarnar, vit síggja í dag: altjóða fiskivinnusamráðingar, handilssamráðingar, verjusamstarvsluttøka, sendistovur, felagsskapir og diplomatisku tilveru okkara sum tjóð uttan at verða fullveldi, men partur av ríkisfelagskapinum.

"Heimsins Nalvi" er eitt bókaverk, sum eigur at vera kravlesnaður fyri øll, sum hava áhuga fyri føroyskari sjálvsfatan, framtíðarstrategi og uttanríkispolitiskum møguleikum. Sum politikari haldi eg, at hetta bókaverk, bæði styrkir okkara samleika og gevur íblástur til framtíðar politiskar hugsanir og setan av politiskari kós.

Tað er mín vón, at hetta ikki verður eitt rit, sum vit bara kunnu brúka til søguliga nýtslu, men eisini ein kveikjari til kjak um, hvussu vit taka næstu fetini sum land viðvíkjandi altjóða sjónarmiðum, hugburði o.a.

Johan Dahl
løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og fiskivinnumálum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

43 Leygardagur 05. apríl 2025

– Vit eru ikki ogn hjá øðrum

Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin í svari til amerikanska forsetan, sum farna vikuskiftið segði, at hann er 100 prosent vísur í, at USA fer at fáa Grønland

Nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

USA fær ikki Grønland.

Tað er greiði boðskapurin frá nývalda grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump farna vikuskiftið segði við amerikanska NBC News, at USA 100 prosent fer at fáa Grønland.

– Lat meg gera tað greitt. Tað fær USA ikki. Vit eru ikki ogn hjá øðrum. Vit taka sjálvi avgerðir um okkara framtíð, skrivaði Jens-Frederik Nielsen á Facebook.

Hann legði afturat, at fólk eiga ikki at vera óttafull, men eiga at vera rólig, virðilig og halda saman.

– Og tað er gjøgnum hesi virði, at vit heilt greitt og róligt skulu vísa amerikanska forsetanum, at Grønland er okkara.

– Soleiðis var tað í gjár. Soleiðis er tað í dag. Og soleiðis fer tað eisini at vera framyvir, sigur hann.

Seinastu tíðina hevur Trump ferð eftir ferð endurtikið ætlanirnar hjá USA at fáa Grønland, og hevur amerikanski forsetin eisini sagt, at hann ikki kann útiloka nýtslu av hermegi. Tað gjørdi hann eisini í samrøðu við NBC News um vikuskiftið, har hann tó legði afturat, at tað helst kundi gerast uttan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

44 Leygardagur 05. apríl 2025

Myanmar: Jarðskjálvtin kravt yvir 2.000 mannalív

Landasorg er lýstur í landinum í eina viku

Bjargingarfólk úr Myanmar og India í Mandalay, Myanmar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Talið á persónum, sum hava latið lív í jarðskjálvtanum í Myanmar heldur á at vaksa.

Mánadagin boðar hernaðarstýrið í Myanmar frá, at jarðskjálvtin nú hevði kravt yvir 2.000 mannalív, og at 3.900 eru særd.

Jarðskjálvtin, sum rakti Myanmar farna fríggjadag varð mált til 7,7 á Richter-stiganum.

Mánadagin varð landasorg lýst í eina viku.

Sjkálvtin merktist eisini í grannalondunum Tailand og Kina. Í tailendska høvuðsstaðnum, Bangkok, kravdi jarðskjálvtin í minsta lagi 17 mannalív.

Amerikanski stovnurin United States Geological Survey metti um vikuskiftið, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

45 Leygardagur 05. apríl 2025

Trump leggur toll á vørur úr øðrum londum

Ein grundtollur á 10 prosent verður lagdur á vørur úr øllum londum, og harafturat verður hægri tollur lagdur á vørur úr ávísum londum – eitt nú verður 20 prosent lagt á vørur úr ES, og 34 prosent verður lagt á vørur úr Kina

Amerikanski forsetin á tíðindafundi uttanfyri Hvítu Húsini mikudagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinni í hesum mánaðinum fer amerikanski forsetin, Donald Trump at leggja toll á vørur úr øllum heiminum, boðaði hann frá á tíðindafundi mikudagin.

Talan er um ein grundtoll á 10 prosent, sum kemur í kildi 5. apríl, men ein hægri tollur verður lagdur á vørur úr ávísum londum frá 9. apríl, skrivar Ritzau.

Á tíðindafundinum mikudagin kunngjørdi Trump m.a. ein lista yvir lond, sum fáa álagt toll.

[object Object]
Listin, sum varð kunngjørdur mikudagin (Mynd: EPA)

M.a. verður 20 prosent lagt á vørur úr ES, 34 prosent á vørur úr Kina, 17 prosent á vørur úr ísrael, og 32 prosent í Taivan. Russland og Hvítarussland eru ikki á listanum, tí hesi londini longu er rakt av revsitiltøkum, og tí hevur USA ongan samhandil við tey, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent.

Endamálið við tollinum er at styrkja um búskapin hjá USA við at fáa amerikanarar at keypa fleiri amerikanskar vørur, men fleiri stjórnarleiðarar hava funnist at tollinum, sum sambært teimum er ein forðing fyri altjóða samhandilin.

Men amerikanski fíggjarmálaráðharrin mælir øðrum londum frá at svara aftur, tí so fer USA at herða síni tiltøk, sigur hann.

Listin, sum Donald Trump kunngjørdi mikudagin:

  • Avstralia: 10 procent.
  • Bangladesj: 37 procent.
  • Brasil: 10 procent.
  • Kambodja: 49 procent.
  • Kili: 10 procent.
  • Kolombia: 10 procent.
  • ES: 20 procent.
  • Filipsoyggjar: 17 procent.
  • India: 26 procent.
  • Ísrael: 17 procent.
  • Indonesia: 32 procent.
  • Japan: 24 procent.
  • Kina: 34 procent.
  • Malaisia: 24 procent.
  • Noreg: 15 procent.
  • Pakistan: 29 procent.
  • Sveis: 31 procent.
  • Singapor: 10 procent.
  • Sri Lanka: 44 procent.
  • Stórabretland: 10 procent.
  • Suðurafrika: 30 procent.
  • Suðurkorea: 25 procent.
  • Taivan: 32 procent.
  • Tailand: 36 procent.
  • Turkanald: 10 procent.
  • Ukraina: 10 procent.
  • Vjetnam: 46 procent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

46 Leygardagur 05. apríl 2025

Rakett í Andøya datt niður og sprongdist  

Stutt eftir uppskjóting av royndarrakett í Noregi datt hon niður aftur – eingin kom til skaða  

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hon skuldi skriva evropeiska rúmdarsøgu, tá hon var skotin út sunnumorgunin frá norsku oynni Andøya. Tað gekk tó ikki sum ætlað, tí stutt eftir útbskjótingina gekk okkurt galið, og tann 50 tons tunga rakettin datt niður og sprongdist.

Uppskjótingin skuldi vera ein byrjan til seinni at senda út fylgisveinar í umferð um jørðina, og skuldi vera tann fyrsta av sínum slag í Evropa.

Nú verður so kannað, hvat gekk galið, og hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri verkætlanina hjá “Andøya Space Port” sum tann fyrsta í Evropa at senda upp fylgisveinar.

[object Object]

Í Hetlandi fylgdu tey væl við útskjótiningini, tí eisini har royna tey at rudda slóð fyri líknandi útskjótingum. Ein royndarútskjóting frá SaxaVord Space Port í fjør miseydnaðist. Eitt føroyskt ferðalag, sum vitjaði rúmdarhavnina á Unst í Hetlandi fyri góðari viku síðani, fekk at vita, at næsta útskjótingin er sett til í heyst.

Tey royna sum vera man at vera fyrsta rúmdarhavnin í Evropa, sum kann taka upp kappingina við eitt nú USA.

Tað kemur ikki heilt óvæntað, at tær fyrstu útskjótingarnar miseydnast, tí hetta hendir í 80 prosentum av førunum.

Tað var týska fyritøkan Isar Aerospace, sum stóð fyri uppskjótingini av “Spectrum” rakettini við stuðuli frá Andøya Spaceport.

Russland, USA, India og Kina hava longu sum tey einastu ment tøknina til at skjóta út fylgisveinar í rúmdina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

47 Leygardagur 05. apríl 2025

Norsk kvinna skotin út í rúmdina

Jannicke Mikkelsen er fyrsti norski borgarin í rúmdini

Týska Rabea Rogge og norska Jannicke Mikkelsen á veg umborð á rúmdarskipið í nátt (Mynd: SpaceX / NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fyrstu ferð er ein astronautur við norskum flaggi á ermuni sendur út í rúmdina.

Jannicke Mikkelsen varð týsnáttina ein av teimum, sum vórðu send út á Space-X rakettini Dragon frá Florida í USA, skrivar NRK.

Norska kvinnan hevur ábyrgdina av samskiftinum við jørðina á rúmdarferðini, har Dragon skal ferðast í ringrás um jørðina framvið báðum pólunum.

Jannicke Mikkelsen, sum eisini er filmsfotografur, hevur harumframt eina uppgávu at dokumentera jørðina frá nýggjum vinklum.

Rúmdarferðin varðir hálvtfjórða samdøgur innan teir fýra astronautarnir umborð lenda á jørðini aftur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

48 Leygardagur 05. apríl 2025

Marine Le Pen sleppur ikki at stilla upp til val í fimm ár

Franski høgrapolitikarin og fleiri onnur í andstøðuflokkinum Rassemblement national vóru í vikuni funnin sek í málinum um misnýtslu av ES-fígging

Marine Le Pen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Franski høgrapolitikarin Marine Le Pen, var mánadagin funnin sek í at hava misnýtt ES-fígging.

Le Pen er tingbólkaforkvinna í andstøðuflokkinum Rassemblement national, og saman við henni eru fleiri aðrir limir í flokkinum eisini funnin sek í málinum.

Marine Le Pen hevur fingið fýra ára fongsulsrevsing, harav bert tvey ár eru treytaleys, og tey sleppur hon at sita við fótleinkju. Eisini fær hon eina bót á 100.000 evrur umframt forboð ímóti at stilla upp til alment embæti komandi fimm árini.

Eitt slíkt forboð merkir, at Le Pen ikki kann stilla upp á næsta forsetavali, sum verður í 2027.

Hon hevur tríggjar ferðir áður bjóðað seg fram sum forsetavalevni, tó uttan at vinna, men á komandi valinum varð hon mett at hava betri møguleikar enn nakrantíð, m.a. tí at flokkur hennara gjørdist størstur í franska tjóðartinginum eftir valið í 2024, og tí at sitandi forsetin, Emmanuel Macron, ikki kann stilla uppaftur.

Le Pen hevur áður boðað frá, at forsetavalið í 2027 fór at verða hennara seinasta.

Flokkurin Rassemblement national hevur eisini fingið eina bót á tvær milliónir evrur, sum er umleið 15 milliónir krónur.

Sjálv hevur Le Pen víst ákærunum aftur og heldur, at kravið hjá ákærarnum er órímiligt. Rættarmálið er ein heksajagstran, sum hevur til endamáls at halda Rassemblement national frá valdinum, heldur hon.

Formaðurin í Rassemblement National, Jordan Bardella sigur, at Le Pen er órættvíst dømt, og við hesum dóminum er sjálvt franska fólkaræðið avrættað.

Le Pen og aðrir limir og starvsfólk í Rassemblement national eru ákærd fyri at hava misnýtt yvir tríggjar milliónir evrur - 22 milliónir krónur. Peningurin, sum var ætlaður ES-tinglimum, skal hava verið brúktur til at gjalda lønina hjá starvsfólkum í flokkinum.

Um málið verður kært, fer málið væntandi at taka umleið eitt ár, og tí kann málið verða avgreitt í 2026, og tí er framvegis møguleiki fyri, at Le Pen fer at kunna stilla uppaftur á næsta forsetavali í 2027.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

49 Leygardagur 05. apríl 2025

Ungarn tekur seg úr ICC

Ísraelski forsætisráðharrin, sum Altjóða Revsidómstólurin (ICC) hevur givið boð um at handtaka, vitjaði í Ungarn í vikuni

Ungarski forsetin, Tamas Sulyok tekur ímóti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu í Budapest (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu vitjaði hósdagin í Ungarn, hóast Altjóða Revsidómstólurin (ICC) hevur givið boð um at handtaka hann, og ungarska stjórnin hevur tikið avgerð um at taka seg úr ICC, verður upplýst av skrivstovuni hjá ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán.

Ferðin til Ungarn er fyrsta uttanlandsferð hjá Netanyahu, síðan handtøkuboðini vórðu givin, og Orbán hevði frammanundan boðað frá, at Netanyahu ikki fór at verða handtikin. Sum ICC-limur hevur Ungarn annars skyldu at handtaka Netanyahu, um hann kemur til landið.

Ungarn var við til at stovna ICC, men hóast Ungarn hevur undirskrivað Rom-viðtøkurnar, sum stovnaðu Altjóða Revsidómstólin, gjørdust viðtøkurnar ongantíð partur av ungarskari lóg, sigur Gergely Gulyas, leiðari á skrivstovuni hjá ungarska forsætisráðharranum sambært Ritzau.

ICC var eitt virðiligt átak, men ICC er síðani farin frá sínum upprunaliga endamáli og er blivin politiskur, sigur hann.

125 lond eru limir í ICC, og Ungarn verður fyrsta ES-landið at taka seg úr felagsskapinum, skrivar BBC.

Tað var í november í fjør, at ICC kom við boðum um at handtaka Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Galland fyri møgulig krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í sambandi við kríggið millum ísraelar og palestinar.

Eisini vórðu boð givin um at handtaka Mohammed Deif, leiðara í palestinsku hernaðarrørsluni Hamas, men hildið verður, at hann er dripin í krígnum í Gaza.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

50 Leygardagur 05. apríl 2025

Leggja gassrørleiðing frá Rosebank til Hetlands

Arbeiðið at útbyggja risastóru olju- og gassleiðina Rosebank eystan fyri Føroyar hevur rokkið enn eitt týðandi vegamót - menna infrakevið við gassrørleiðing

Lunnar verða nú lagdir undir at menna orkuinfrakevið eystan fyri Føroyar við fyrstu gassrørleiðingini frá Rosebank kelduni til Hetlands
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um fyrireikingarnar til at leggja eina rørleiðing til at flyta framtíðar gass frá Atlantsmótinum til Hetlands, sum fara í gongd í næstum, skrivar Shetland News.

Hetta hendir hóast dómstólur í Skotlandi herfyri tók avgerð um, at Equinor skal søkja um loyvi av nýggjum at kunna fara undir framleiðslu. Ein umboðsmaður fyri Equinor segði í farnu viku, at Rosebank olju- og gassverkætlan heldur fram sum ætlað - "Rosebank is progressing according to plan”.

Equinor hevur gjørt skipaferðsluna í Rosebank umhvørvinum varuga við, at fleiri skip í næstum fara undir arbeiði í sambandi við gassrørleiðing frá Rosebank til Hetlands frá 7. apríl. Hetta arbeiðið verður alt gjørt á havbotninum, og fevnir m.a. um at leggja eina rørleiðing frá Rosebank til verandi gassleiðing vestan fyri Hetland, ið tekur ímóti gassi frá øðrum framleiðandi leiðum á Atlantsmótinum eisini, eitt nú Schiehallion og Clair.

Gassið endar á gassstøðini í Sullom Voe í Hetlandi. Harfrá verður gassið flutt víðari í SIRGE rørleiðingskipanini í Norðsjónum og víðari til St. Fergus terminalin á skotska meginlandinum, har tað síðani fer víðari til brúkararnar í Bretlandi. 

Equinor, sum er fyristøðufelag fyri útbyggingina, sigur, at tað longu hevur brúkt 2,2 milliardir pund til verkætlanina, sum væntast klár til framleiðslu seint í 2026. Innan ta tíð skal Equinor saman við partnaranum Ithaca lata myndugleikunum inn nýggja umhvørvisumsókn, eitt krav, sum dómstólur í Skotlandi herfyri setti. Kortini gjørdi rættarúrskurðurin greitt, at útbyggingin kann halda fram, men í síðsta enda skulu bretskir myndugleikar geva endaligt grønt ljós til at skrúva frá oljukrananum um gott og væl hálvtannað ár.

[object Object]
Útgerð til Rosebank á bryggjuni í Lerwick. Henda er til rørleiðing at flyta gassið eystan fyri Føroyar til Hetlands og skotska meginlandið (Mynd: Jan Müller)


Bretski fíggjarmálaráðharrin gjørdi annars fyri stuttum greitt, at stjórnin fer at geva loyvi til framleiðslu frá Rosebank. Nakað, sum verður mett kann hava jaligar aveliðingar fyri aðrar útbyggingar eisini, sum bíða eftir endaligu avgerðini um Rosebank. Tvær av hesum komandi ætlaðu útbyggingum eru Cambo og Clair South, sum báðar liggja eystan fyri Føroyar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

51 Leygardagur 05. apríl 2025

Føroysku kvinnurnar vunnu 2-0

Durita Hummeland og Heidi Sevdal skoraðu málini í 2-0 sigrinum á Tórsvølli móti Moldova

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við málum frá Duritu Hummeland og Heidi Sevdal vunnu Føroyar 2-0 móti Moldova í Nations League í kvøld.

Føroyska liðið hevði bóltin fyri tað mesta, og kom eisini til nakrar møguleikar.

Bæði málini komu í seinna hálveiki. Fyrra málið kom eftir fríspark frá Tórunn Højgaard Joensen, sum Durita Hummeland við høvdinum stútaði í málið.

Seinna málið fekk Heidi Sevdal eftir eina sending frá Eyðvør Klakstein.

Føroyar spæla aftur týsdagin tá Gibraltar er á vitjan.

Fleiri myndir her

Føroyar - Moldova 2-0 (0-0)
47' 1-0 Durita Hummeland (Tórunn Højgaard Joensen)
75' 2-0 Heidi Sevdal (Eyðvør Klakstein)

Føroyar: Óluva Joensen - Julia Mortensen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Joensen, Fridrikka Klemmentsen (79' Anna Brændsstrup), Sanna Svarvadal (79' Petra Hoydal), Sara Lamhauge (87' Rúna Jacobsen), Jensa Tórolvsdóttir (60' Eyðvør Klakkstein), Ásla Johannesen (L), Heidi Sevdal (87' Jancy Mohr)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

52 Leygardagur 05. apríl 2025

Víkingur er nú undir niðurflytingarstrikuni

Føroyameistararnir hava bert eitt stig eftir fýra dystir, meðan B36 eftir sigurin nú er á 4. plássi. NSÍ, HB og KÍ hava øll framvegis fult stigatal - Klæmint Olsen er flúgvandi

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

4. umfar í Betrideildini var á skránni hósdagin. Talan var um fult umfar.

Dagurin byrjaði við einum seinnapartsdysti vesturi á Eiðinum í Vági millum bæði suðuroyarliðini í Betrideildini. FC Suðuroy vann týðandi og tøttu uppgerðina.

Dánjal Godtfred, sum áður hevur spælt við TB, skjeyt einasta málið í dystinum beint eftir støðgin.

Talan var um fyrsta málið hjá FC Suðuroy í ár og saman við rætta avrikinum restina av dystinum helt liðið hjá Pól Thorsteinssn málið reint fyri fyrstu ferð í ár, og tryggjaði tað fyrstu stigini.

Enn eitt Víkings-tap

Um kvøldið vóru fýra dystir. Av hesum var stóra uppgerðin í Gundadali millum B36 og Víking.

Bergur Poulsen, sum er uppvaksin í Víkingi, skoraði í 14. minutti, og hetta var einasta málið í dystinum, sum varð merktur av, at Bergur Gregersen breyt beinið í óhappi í fyrra hávleiki.

Eins og í undanfarnum dystum, hevði Víkingur sínar góðu møguleikar, men bólturin vildi ikki inn. Føroyameistararnir hava bert skorað eitt mál - í fyrsta umfari móti TB við Stóra, og eru í løtuni javnir í stigum við júst TB: Á 9. plássi og uttan nakran sigur higartil í ár. B36 vann anann dystin á rað 1-0, og er nú á 4. plássi.

[object Object]
B36'arar fegnast eftir málið hjá leirvíkinginum Bergi Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: B36 - Víkingur

NSÍ, HB og KÍ renna avstað. Tey hava øll framvegis fult stigatal.

Fyriuttan 2-1 málið hjá 07 Vestur og fyrstu løtuna eftir steðgin við Løkin, var NSÍ trygt á sigurskós leingi, og Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrikk. Toppskjúttin úr Rituvík hevur longu skorað átta mál eftir fýra umfør - tað er tvey í miðal og bert eitt færri enn alt síðsta kappingarár í Betrideildini.

HB vann uttan himpr á Eiði, og hevur nú vunnið 7-0 samanlagt seinastu fýra dagarnar. At Emil Grønn Petersen og Jákup Thomsen aftur skora er jaligt fyri Sormani og teir.

KÍ fekk ikki hol á fyrrenn stutt eftir steðgin á Svangaskarði, tá Hallur Hansson skoraði. Tað endaði 0-2; framvegis er KÍ ikki flúgvandi, men liðið hjá Magnus Powell vinnur sínar dystir.

4. umfar í Betrideildini
Hósdagin 3. apríl
FC Suðuroy - TB 1-0 (0-0)
48' 1-0 Dánjal Godtfred (Jákup Twafik Joensen)

B68 - KÍ 0-2 (0-0)
52' 0-1 Hallur Hansson
67' 0-2 Jóannes Kalsø Danielsen 

NSÍ - 07 Vestur 4-1 (2-1)
06' 1-0 Klæmint Andrasson Olsen
22' 2-0 Emil Weihe Joensen 2-0
45+1' 2-1 Nicolai Dohn (Mikkel Jacobsen)
64' 3-1 Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 3-1
84' 4-1 Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 4-1

EB/Streymur - HB 0-3 (2-0)
04' 0-1 Emil Petersen (Dan í Soylu)
22' 0-2 Dan í Soylu, brotsspark
57' 0-3 Jákup Thomsen

B36 - Víkingur 1-0 (1-0)
14' 1-0 Bergur Poulsen (Marius Kryger Lindh)

Støðan eftir fýra umfør 
1. NSÍ 12 stig 
2. HB 12 stig 
3. KÍ 12 stig
4. B36 6 stig 
5. EB/Streymur 4 stig
6. FC Suðuroy 3 stig 
7. B68 3 stig
8. TB 2 stig 
9. Víkingur 2 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Mánadagin, 7. apríl byrjar 1. umfar í steypakappingini. Dystirnir eru hesir:
Skála - TB
AB - FC Suðuroy
HB - KÍ
07Vestur - B36

Mikudagin 9. apríl:
FC Hoyvík - B71
B68 - ÍF
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

53 Leygardagur 05. apríl 2025

Bergur Gregersen breyt beinið

Neyðugt at skurðviðgera Víkinga-verjuspælaran eftir hendingina í Gundadali. Harvið verður Bergur Gregersen úti leingi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað sást beinanvegin á liðfeløgum, mótspælarum, dómara og hjálparfólki, at hetta var álvarsamt.

Hjálp kom heilt skjótt inn á vøllin, og eftir eina løtu kom sjúkrabilur á staðið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Nærum tjúgu minuttir vórðu lagdir afturat fyrra hálvleiki millum B36 og Víking. B36 vann dystin, har álvarsama hendingin fylti nógv, 1-0.

Bergur Gregersen varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har skurðviðgerð varð sett á skrá fríggjadagin.

Tað tyktist næstan greitt í støðuni, at 30-ára gamli gøtumaðurin hevði brotið eitthvørt. Dimma.fo skrivar, at Bergur Gregersen hevur brotið bein oman fyri fótliðin. Sum skilst er talan um tvey ymisk bein.

Harvið verður tað eingin fótbóltur frá Bergi næstu mánaðirnar, og steinur oman á byrðu hjá meistarunum í Víkingi, sum bara hava fingið tvey stig fyrstu fýra umførini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

54 Leygardagur 05. apríl 2025

Brandur Hendriksson Olsen sett dagsskránna í mars

Brandur Hendriksson Olsen úr NSÍ varð hóskvøldið kosin til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í mars mánaði

Brandur Hendriksson Olsen saman við foreldrunum, Agnas og Hendrik Olsen (Mynd: Jóhanna Thomsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir fjúrtan ár í útlegd, vendi Brandur Hendriksson Olsen í vetur heim til føroyskan fótbólt, og tað er neyvan ov nógv sagt, at skálvíkingurin í NSÍ av álvara hevur sett síni fótaspor og dagsskránna í fleiri av dystunum í Betrideildini hjá monnum.

Við sínum smidligu vendingum og neyvu sendingum, sum vit eisini kenna so væl frá landsliðnum, og fleiri góðum frísparksmálum, er Brandur uttan iva ein av orsøkunum til, at NSÍ liggur fremst í landskappingini við fullum stigatali.

– Eg kann ikki siga annað enn, at tað hevur gingið væl, og eg eri fallin væl til í Runavík og NSÍ. Men eg haldi, at vit hava eitt gott lið, og eitt gott venjaratoymi, og higartil er alt meir ella minni gingið upp í eina hægri eind. Men arbeiðið er ikki liðugt enn, og tað ræður alla tíðina um at vera klárur, tí kappingin er hørð, og hini liðini eru góð, sigur Brandur Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri mars hevði Brandur Hendriksson Olsen fingið flestar atkvøður. Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum, vóru allir úr NSÍ – Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Jasper van der Heyden.

Fyri heiðurin fekk Brandur Olsen handað eitt gávubræv á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Tað vóru foreldrini hjá Brandi, Agnas og Hendrik Olsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum prógvið uppá, at hann var besti spælari í fremstu deildini hjá monnum í mars 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

55 Leygardagur 05. apríl 2025

Heim til Svangaskarð við tvísiffraðum tapi

NSÍ vísti onga náði, tá B68 fekk útvísingar og vann heili 11-0 á grannunum. NSÍ rennur kapp við KÍ og HB í oddinum og eigur nú eina heilt góða málúrtøku

Eitt úrslit sum ikki hevur verið at sæð í Betrideildini í útvið fimm ár. NSÍ koyrdi á, og setti undirmannaðu grannarnar uppá pláss (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2022 sendi B68 NSÍ niður í 1. deild við sigri við Løkin, og í fjør bjargaðu teir úr Nes kommunu sær plássið í deildini við 4-1 útisigri á grannunum. Tá Jákup Norðoy Vilhlemsen eftir tíggju minuttir sunnukvøldið fekk beinleiðis reytt kort fyri at yvirsatsa í einari takkling á miðjum vølli, sóu teir í gulum eisini reytt; og ein møguleika fyri at løna aftur.

Hetta gjørdi NSÍ eisini í ríkiiligt mát. Ljósabláu spælaraklæðini hjálptu hesaferð einki hjá Jákupi á Borg og hansara toftamonnum, sum skjótt komu afturum og í satt ódnarverður.

Áðrenn steðgin var 4-0: Trý frá Knudsen-brøðrunum og ein frísparksperla frá Brandi Hendriksson.

Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik hevði NSÍ fingið sítt fimta, og tað fyrsta hjá Emil Weihe Joensen í gulum, eftir vælspælt álop, og B68 hevði fingið sítt seinna reyða kort. Svínska gerðin hjá Sebastian Lau Nielsen gjørdi ikki álopshugan hjá NSÍ minni.

[object Object]Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen og hinir hildu veruliga málveitslu í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinasta lítla hálva tíman meira enn tvífaldaðist leiðslan eisini. Við níggju monnum royndi B68 at verja fyri, men man megnaði tað snøgt sagt ikki. Álopini skolaðu móti Bylgjuni, og tá Tórður Thomsen í einum førum eisini spældi beint til ein í gulum, so gjørdist alt lættari fyri liðið hjá Jens Wedeborg, sum tyktiskt púra uppsett uppá at vinna ein so stóran sigur sum gjørligt.

Har vóru eisini fleiri flott mál eftir steðgin, og Beinir Nolsøe átti helst tað besta við einum framúr langskoti. Ungi lokali spælarin var í hopla á miðvøllinum, og gav teimum kátu gulkløddu meira at smílast og fegnast um. Klæmint Andrasson Olsen vann seg eisini upp á toppskjúttatindin í deildini við sínum fimta málið í trimum dystum. Bæði málini hjá rituvíkinginum vóru púra eyðkend: Góðir stútarar har hann var beint aftanfyri ein av miðverjuni.

Petur Knudsen gjørdist "toppskjútti á degnum" við einum hattrikki. Ógvuliga súmbolskt endaði alt við einum góðum NSÍ-gjøgnumbroti og síðani...einum sjálvmáli.

HB rennur við

Sum nú er, vænta tey flestu, at NSÍ og KÍ fara at kappast um FM. NSÍ hevur nú ein veruligan fyrimun við málúrtøkuni, men HB hevur so fult stigatal enn.

Sunnudagin var eingin ivi, tá FC Suðuroy kom á vitjan í Gundadali. Jákup Thomsen helt fram, har hann slepti í Sørvági áðrenn landsliðssteðgin, og legði HB á odda tíðliga. Fyriuttan eitt skot á yvirleggjaran hjá Dan í Soylu var tað tamt restina av hálvleikinum, men tíðliga í 2. hálvleiki skoraði HB heldur lættiliga uppá tveir deyðbóltar, har FC Suðuroy ikki dekkaði nóg væl upp.

Eitt gott mál hjá Heina Fossdalsá Sørensen - hansara fyrsta í føroyskum vaksnamannafótbólti - setti punktum. 4-0 og FC Suðuroy hevur sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál í Betrideildini til góðar eftir afturvendanina.

Víkingur hevur framvegis ikki vunnið

Av teimum fyrstu dystunum, sum vórðu spældir sunnudagin, kom tað mest óvæntaða úrslitið í Sarpugerði.

Føroyameistararnir hava higartil í ár havt trupult við at gera mál og at vinna dystir. Liðið hjá Jóhan Peturin Poulsen hevur bert eitt mál og ongan sigur higartil í ár, og er í løtuni á 8. plássi.

Sunnudagin eydnaðist ikki at fáa hol á móti stríðsfúsa liðnum hjá Dan Brimsvík. Aron Jarnskor Ellingsgaard rakti tvørtræið seint í dystinum, og málleyst í Norðragøtu - nakað sum teir hjá 07 Vestur sjálvandi eru betri nøgdir við.

Hetta var fyrsta stigið hjá 07 Vestur í ár.

B36 hevur nú eisini stig - trý av teimum. Hesi tryggjaði Mattias Hellisdal við flottum máli við Stóra. Ungi havnarmaðurin tamdi bóltin, gjørdi ein frekan tunnil og frá "hálvmánan" uttan fyri brotsteigin sendi Mattias bóltin niður í lonra málhornið. Hetta varð einasta málið í Trongisvági, har B36 hevði møguleikar at økja, men TB helt lív og og hótti seinastu løtuna.

Betrideildini, 3. umfar
Sunnudagin 30. mars
HB - FC Suðuroy 4-0 (1-0)
15' 1-0 Jákup Ludvig Thomsen
49' 2-0 Noah Mneney (Dan í Soylu)
55' 3-0 Emil Grønn Petersen (Bartal Wardum)
67' 4-0 Heini Fossdalsá Sørensen (Mathias Voss)

NSÍ - B68 11-0 (4-0)
13' 1-0 Petur Knudsen (Beinir Nolsøe)
31' 2-0 Petur Knudsen(Beinir Nolsøe)
38' 3-0 Brandur Hendriksson Olsen
42' 4-0 Aron Knudsen (Beinir Nolsøe)
52' 5-0 Emil Weihe Joensen (Jann Benjaminsen)
63' 6-0 Beinir Nolsøe (Petur Knudsen)
65' 7-0 Brandur Hendriksson Olsen (Jasper van der Heyden)
70' 8-0 Klæmint Andrasson Olsen (Pætur Hentze)
82' 9-0 Petur Knudsen (Jasper van der Heyden)
89' 10-0 Klæmint Andrasson Olsen (Fabian Æstigård Ness)
90' 11-0 Sjálvmál

Reyð kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen (11'), Sebastian Lau Nielsen (54')

TB - B36 0-1
14' 0-1 Mattias Hellisdal

KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-1)
04' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Jonn Johannessen)
06' 1-1 Búi Egilsson (Óli Eyðsteinsson Poulsen)
38' 2-1 Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg)

Reytt kort: Meinhard Debes Geyti (94')

Víkingur - 07 Vestur 0-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

56 Leygardagur 05. apríl 2025

Tikin í nossuni

Undarlig støða í 2-1 sigrinum hjá KÍ móti EB/Streymi sunnudagin. Árni Frederiksberg tók Meinhard Debes Geyti í nossuni

Her sæst nógv umrødda hendingin millum EB/Streymsleikaran og Árna Frederiksberg (Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein undarlig støða frá 2-1 sigrinum hjá KÍ móti EB/Streym hevur fingið nógva umrøðu síðan dystin sunnudagin.

Støðan hevði tvey reyð kort við sær, og hendi langt úti í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Sambært upptøkunum er greitt, at Árni Frederiksberg tekur í steinarnar á EB/Streymsleikaran, Meinhard Debes Geyti.

Eftir hetta sparkar Meinhard Debes Geyti beinini undan Árna Frederiksberg, og dómarin hevur tí ongan annan møguleika enn at geva reytt kort.

[object Object](Skíggjamynd: Kvf.fo)

Omaná hetta fekk venjarin Sigfríður Clementsen eisini reytt kort fyri kjaftaslit og ósømiligan atburð.

Árna Frederiksberg fekk onga revsing.

3-2 hjá Kringvarinum visti mánakvøldið at siga, at EB/Streymur hevur sent FSF-umsitingini skriv um hendingina. FSF skal nú gera av, um málið skal takast upp til viðgerar ella ikki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

57 Leygardagur 05. apríl 2025

Sebastian Lau fekk tríggjar dystir leikbann - Jákup Vilhelmsen tveir

Beinleiðis reyðu kortini hjá B68 við Løkin kosta eisini næstu dystirnar

Sebastian Lau Nielsen hevur fingið tríggjar dagar dystir leikbann fyri at gera annað við fótinum enn at sparka bóltin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir tíggju minuttir við Løkin sunnudagin yvirsatsaði Jákup Vilhelmsen í einari takkling á miðjum vølli, tá hann kom við knoppunum fremst, og leigusveinurin úr KÍ varð útvístir.

Tíðliga í 2. hálvleiki traðkaði Sebastian Lau Nielsen á ein liggjandi NSÍ-spælara og fekk beinleiðis reytt kort fyri svínsku gerðina. 

Í útvarpssendingini Fótbóltsprát mánadagin legði viðmerkjarin og venjarin Oddbjørn Joensen ikki fingrarnar ímillum: Hann helt, at nevndu B68-spælararnir svíktu liðið við gerðunum, og at hetta líktist ongum.

Tað var ikki bert Eiler Rasmussen, sum vístu reyði kortini í 11-0 dystinum, ella ein viðmerkjari í útvarpinum, ið heldur at spælararnir hjá B68 skulu revsast.

FSF hevur gjørt av, at Sebastian Lau Nielsen skal hava leikbann í tríggjar dystir, og at Jákup Norðoy Vilhelmsen skal hava tveir dystir.

Hetta samsvarar eisini væl við vegleiðingina um leikbann.

[object Object]Jákup Vilhelmsen í 1. umfari við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið mistu danin og klaksvíkingurin dystin í Klaksvík hóskvøldið, og steypadystin móti ÍF mánadagin. Sebastian Lau Nielsen skal eisini sita uttanfyri til lykladystin á Eiði 13. apríl.

Eftirspælið eftir KÍ-EB/Streym er ikki av enn: Í løtuni verður viðgjørt, um Árni Frederiksberg skal hava leikbann, eftir at hann klípti Meinhard Geyta í neðra móti endanum sunnudagin. Hoyringin í tí málinum var sum skilst av fríggjadagin. Tað er eisini møguligt, at Meinhard og venjarin Sigfríður Clementsen fáa bann í meira enn tann einadystin, sum var hósdagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2025

58 Leygardagur 05. apríl 2025

U19-kvinnurnar vunnu heili 7-0 á Moldova

Tað gekk sum eftir ánni í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Moldova. Brá Zakarisardóttir gjørdi hattrikk, og alt føroyska liðið gjørdi bart

Fagnaður í føroysku leguni eftir flotta stórsigurin í fyrstu royndini (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar gjørdu av álvara bart, tá 1. umfar av EM-undankappingarbólkinum var á skránni í Moldova týsdagin.

Vertirnir høvdu ongan møguleika móti føroyska liðnum, ið vann heili 7-0. 

Føroyar komu á odda um miðjan 1. hálvleik, og so koyrdi tað av álvara harfrá. Tað var 4-0 í steðginum, og í 2. hálvleiki helt stóra føroyska yvirvágin fram.

Talan er um fleiri av somu spælarum, sum í fjør vóru við at vinna Føroyar víðari til A-bólkin í undankappingini fyri U17-gentur. Nú royna tær, saman við teimum í einum árgangi omanfyri.

Ein, sum skaraði framúr, á Tórsvølli í fjør til U17-undankappingina, var Brá Zakarisdóttir. Hon hevur sín uppruna í FC Hoyvík og var í B36 í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gekk til danska stórfelagið Fortuna Hjørring. 

Brá gjørdi hattrik í dag, og spælarar sum vanliga gera vart við seg í bestu føroysku deildini, komu eisini á máltalvuni: Sólja Ernsdóttir, KÍ (upprunaliga Skála) tvær ferðir, og Eydna Dalheim Olsen (Víkingur) og Helga Mikkelsen (NSÍ) eina ferð hvør.

[object Object]Málskjúttarinir í Moldova: Helga Mikkelsen, Eydna Dalheim Olsen, Sólja Ernstdóttir og Brá Zakarisardóttir

[object Object]
Tær elliivu sum byrjaðu fyri Føroyar (Mynd: FSF)

Moldova er mett at vera nakað veikari enn Føroyar í kvinnufótbólti, men tað er ógvuliga sterkt hjá U19-kvinnunum at byrja undankappinginia á hendan hátt.

Næsta uppgáva hjá føroyska liðnum var móti Kýpros fríggjadagin. Síðsti dystur er móti Estlandi mánadagin kl. 11

U19 EM-undankapping
Týsdagin 1. apríl
Føroyar - Moldova 7-0 (4-0)
22' 1-0 Sólja Ernstdóttir (Teresa Jacobsen)
32' 2-0 Brá Zakarisardóttir (Teresa Jacobsen)
36' 3-0 Eydna Dalheim Olsen 
40' 4-0 Brá Zakarisardóttir (Eydna Dalheim)
49' 5-0 Sólja Ernstdóttir 
71' 6-0 Brá Zakarisardóttir 
90+1' 7-0 Helga Mikkelsen (Brá Zakarisardóttir)

Føroyar: 1. Rannvá við Streym. 2. Teresa Jacobsen, 3. Fríða Jakobsen L (46' 9. Birita Mohr), 4. Vár Johannesen, 5. Jonnhild á Sondum (62' 13. Elspa Maria Zachariassen), 6. Súsanna Laksáfoss Godtfred (62' 15. Fríða Magnussen), 7. Jacobina Bergsdóttir, 8. Sólja Ernstdóttir (62' 18. Borghild Dánjalsdóttir), 10. Brá Zakarisdóttir, 16. Helga Mikkelsen, 17. Eydna Dalheim Olsen (46' 11. Lisa Haraldsen)

Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

59 Leygardagur 05. apríl 2025

U19-kvinnurnar sigraðu eisini móti móti Kypros

Føroyar hava nú vunnið samanlagt 9-0 í tveimum teimum fyrstu dystunum í EM-undankappingini. Mánadagin verður avgerandi bólkafinalan móti Estlandi

Aftur føroysku fagnaður í góðveðrinum í Moldova (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eisini í øðrum dystunum í EM-undankappingarbólki B2 í Moldova, vunnu føroysku U19-genturnar og hildu málið reint.

Týsdagin gekk tað útyvir vertirnar Moldova, og í gjár vunnu Føroyar á Kýpros. Tað varð ikki 7-0 hesaferð, men 2-0 sigurin tryggjar, at Føroyar eru á 1. plássi í bólkinum undan seinasta umfarinum.

Brá Zakariasardóttir og Eydna Dalheim Olsen skoraðu málini eftir ávikavist 10 og 55 minuttir. Hagtølini hjá UEFA vísa, at hetta var ein dystur, har Føroyar vóru væl omaná.

[object Object]
Brá Zakariasardóttir úr Fortuna Hjørring (fyrr FC Hoyvík og B36) saman við Eydnu Dalheim Olsen úr Víkingi (Mynd: FSF)

[object Object]Byrjanaruppstillingin hjá Føroyum í dag 

Mánadagin verður bólkafinala móti Estlandi, sum eisini hevur vunnið á Kýpros og Moldova - tó samanlagt ikki so sannførandi sum Føroyar. Hetta merkir, at eitt stig er nóg mikið hjá føroysku U19-gentunum at vinna undankappingarbólkin.

Tað merkir tó ikki, at eitt EM-pláss er í hús. Her er talan um ein av B-bólkunum í undankappingini. Har snýr tað seg um at vinna seg upp í A-bólkin fyri síðani at spæla móti størri fótbóltstjóðum um endaspælspláss. Fyri at tað skal eydnast, skulu Føroyar vinna bólkin ella vera ein av bestu tvey'arunum.

Harvið hevur U19-liðið góð kort á hondini undan seinasta umfarinum, mánadagin 7. apríl. Í fjør eydnaðist U17-gentunum, har fleiri av hesum somu spældu við, at vinna sín bólk í B-undankappingini og lyfta seg upp í A-bólkin. Hetta eru hervið góð tekin fyri føroyskan kvinnufótbólt.

U19 EM-undankapping
Fríggjadagin 4. apríl
Føroyar - Kypros 2-0 (1-0)
11' 1-0 Brá Zakariasardóttir
56' 2-0 Eydna Dalheim

Føroyar: Ingrið Berg Rasmussen - Terese Jacobsen, Fríða Jakobsen, Vár Johannesen (L), Jonnhild á Sondum (78' Birita Mohr), Jakobina Bergsdóttir (78' Elspa Maria Zachariasen), Helga Mikkelsen (62' Lisa Haraldsen), Súsanna Godtfred, Brá Zakariasardóttir (90+1' Fríða Magnussen), Sólja Ernstsdóttir (78' Lý Gray Djurhuus), Eydna Dalheim

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

60 Leygardagur 05. apríl 2025

FM-fjórðingsfinalurnar á skránni hetta vikuskiftið

Tann fyrsta er nakað umstrídd: Hon var í gjárkvøldið í Hoyvík, har Neistamenn vitjaðu. Sunnudagin spæla StÍF og KÍF á Skála - báðar fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum verða spældar í kvøld

KÍF skal aftur til Skála at royna seg - H71 er favorittur á heimavølli móti Neistarnum í sínari fjórðingsfinalu, sum nakað av stríð hevur verið um (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna sunnudag komu grundspælini hjá monnum og kvinnum í hondbólti at enda, og tá hetta vikuskiftið er av er greitt, hvørji lið koma víðari úr fjórðingsfinalunum - og hjá hvørjum liðum kappingarárið sum so kemur at enda.

Fyrsta fjórðngsfinalan varð spæld í gjárkvøldið, fríggjakvøldið í Hoyvík millum H71 og Neistan. Annars skuldu báðir dystirnir hjá monnum verða spældir í morgin, so somu treytir vera undan hálvfinalunum. Men H71 ynskti at framskunda til fríggjakvøldið - sum skilst vegna konfirmatiónir í Hoyvík sunnudagin. Neistin var ímóti hesum, men HSF gekk hesum á møti.

Í báðum fjórðingsfinalunum í Burn-deildini hittast somu lið, sum í seinasta umfarið í grundspælinum. KÍF vitjar aftur á Skála sunnudagin - StÍF og H71 standa sum favorittar í uppgerðunum.

Hjá kvinnum eru uppaftur greiðari favorittar; serliga VÍF móti Stjørnuni. Vestmannakvinnur vóru nær við at vinna sær 2. plássið og harvið beinleiðis pláss í hálvfinaluni. Neistin er uttan skaddu Bjørk F. Joensen móti StÍF, sum hevur havt nógv sveiggj í ár. Báðar fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum verða spældar í dag.

[object Object]
Rannvá Olsen er í vikuni úttikin til avgerandi HM-undandystirnar móti Litava sum avloysari hjá Turið Arge Samuelsen. Hon og VÍF taptu í 2023 móti Stjørnuni í fjórðingsfinaluni - nú skulu tær í Vestmanna royna at vinna seg í eina FM-hálvfinalu aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er sum so ógvuliga einfalt: Tað er ein einstakur dystur, og vinnarin fer víðari til hálvfinalurøð. Taparin er úti av FM-stríðnum. Liðið, sum endaði frammanfyri í grundspælinum, hevur heimavøll og harvið ein fyrimun.

FM-fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini
Leygardagin 5. apríl
Kl. 18: VÍF - Stjørnan  
Kl. 19: Neistin - StÍF

H71 og Kyndil eru beinleiðis víðari til hálvfinalurnar

FM-fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini
Fríggjadagin 4. apríl
Kl. 19: H71 - Neistin

Sunnudagin 6. apríl
Kl. 16: StÍF - KÍF

Kyndil og VÍF eru beinleiðis víðari til hálvfinalurnar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

61 Leygardagur 05. apríl 2025

H71 skal spæla hálvfinalu móti VÍF

Hetta er greitt eftir greiða sigurin hjá hoyvíkingunum á Neistanum í FM-fjórðingsfinaluni

Jákup Egholm gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkingum við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í gjárkvøldið varð fyrsta FM-fjórðingsfinalan í manshondbólti á skránni. Hon var í Hoyvík, har Neistamenn vitjaðu - tveir dagar áðrenn teir ætlaðu.

H71 vann, tá liðini hittust á Hálsi í seinasta umfarinum í grundspælinum. Hoyvíkingar vóru favorittur, og steypavinnararnir livdu eisini upp til tað.

Tað var 15-13 í steðginum, og Neistin kom bert einaferð nærri í 2. hálvleiki - hetta var í 34. minutti. Heimaliðið fór so líðandi frá og vann við átta málum.

Harvið eru verandi føroyameistararnir í hálvfinaluni, har teir skulu møta VÍF. Fyrsta hálvfinalan verður spæld í Vestmanna hóskvøldið - liðið, sum fyrst vinnur tvær hálvfinalur kemur í FM-finalurnar.

Kappingarárið hjá Neistanum er av.

StÍF og KÍF spæla hina fjórðingsfinaluna hjá monnum sunnudagin klokkan 16 á Skála. Vinnarin møtir Kyndli í hálvfinaluni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

62 Leygardagur 05. apríl 2025

VÍF vann á Kyndli og er eisini í hálvfinaluni

Talan var um ein greiðan og flottan sigur, sum tryggjaði vestmenningum 2. plássið. H71 skal spæla fjórðingsfinalu móti Neistanum - kollfirðingar skulu aftur til Skála

Vestmenningar vóru omaná, tá vinnararnir av grundspælunum vitjaðu. Tróndur Johnsson, sum sæst á myndini, skoraði fimm mál (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta umfarið í gundspælinum í Burn-deildini varð spælt sunnudagin. Har kom tað endaliga uppá pláss, at VÍF er beinleiðis í hálvfinaluni saman við Kyndli, og hvussu tær báðar FM-fjórðingsfinalurnar hjá monnum síggja út.

18. og seinasta umfar í Burn-deildini
Sunnudagin 30. mars
Neistin - H71 26-30 (10-15)
VÍF - Kyndil 33-26 (19-13)
StÍF - KÍF 30-24 (14-13)

Kyndil hevði fyri einari tíð síðani tryggjað sær annað beinleiðis plássið í hálvfinaluni. Tey trý liðini, sum enn kundu vinna sær hitt, vunnu øll sunnudagin.

VÍF tók ímóti júst Kyndli, og heimaliðið var greitt omaná. Tað sást, hvør hevði meira at spæla fyri.

Vestmenningar fingu veruliga sítt álopsspæl at at flóta, og frá tí VÍF fór frá seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin, kom spenningur ongantíð aftur í dystin. Sjúrður Olsen varð toppskjútti hjá vestmenningum, sum eisini partvíst vístu, at teir kunnu koppa Kyndli í møguligum finaum.

H71 og StÍF gjørdu sítt, men hjá teimum verður neyðugt at spæla fjórðingsfinalur. Tær vera móti somu liðum, sum tey spældu móti sunnudagin. H71 hevur Helga Hildarson Hoydal aftur, og vann trygt á Hálsi - Neistin skal til Hoyvíkar í fjórðingsfinaluni. StÍF vann við seks málum á KÍF. Eitt slag av endurtøku verður skjótt á Skála.

Úrslitið av grundspælinum:
1. Kyndil 26 stig
2. VÍF 23 stig
3. H71 23 stig
4. StÍF 22 stig
5. KÍF 16 stig
6. Neistin 14 stig
7. Team Klaksvík 2 stig

FM-fjórðingsfinalurnar í apríl:
H71 - Neistin
StÍF - KÍF

Talan er um ein einstakan dyst. Vinnarin fer beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, har ávikavist Kyndil og VÍF bíða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

63 Leygardagur 05. apríl 2025

H71 beinleiðis í hálvfinaluna - Stjørnan í endaspæl

Kyndil vann í tøttum dysti í Vestmanna, og endar grundspælið við fullum stigatali. Nú er greitt, hvussu FM-fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum síggja út

Elsa Egholm og hinar hoyvíkskvinnurnar gjørdu sítt á Hálsi. Nógv bendir á, at H71 skal spæla hálvfinalur móti VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta umfarið í gundspælinum í SMS-deildini hjá kvinnum varð spælt sunnudagin. Har kom tað endaliga uppá pláss, at H71 er beinleiðis í hálvfinaluni saman við Kyndli, og at Stjørnan endaði á 6. plássi og harvið vann sær seinasta endaspælsplássið.

21. umfar í SMS-deildini
Sunnudagin 30. mars

Neistin - H71 22-30 (12-13)
VÍF - Kyndil 28-30 (14-15)
StÍF - EB 26-17 (16-8)
VB - Stjørnan 22-27 (8-11)

Turið Arge Samuelsen spældi heldur ikki hesaferð, og spurningurin er, hvussu tað verður til landsdystirnar og til hálvfinalurnar.

Talan gjørdist um ein tættan dyst í Vestmanna, har heimaliðið allatíðina bjóðaði av og eina løtu í 2. hálvleiki var á veg avstað. Fríða Nolsøe Olsen og Rakul Borgarlíð Joensen vóru við at ganga á odda hjá VÍF, men Kyndil knógvaði aftur ein sigur móti endanum. Bára Krossteig Hansen var stóri spælarin við tíggju málum og nógvum uppleggum, tá Kyndil vann landskappingardyst nummar 21 av 21 møguligum.

[object Object]
Bára Krossteig Hansen hevur uppaftur størri ábyrgd, nú Turið Arge Samuelsen ikki er tøk (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tóra Eliasen varð toppskjútti hjá Stjørnuni við 7 málum í sigrinum í Vági (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil skal spæla hálvfinalur, meðan VÍF noyðist at spæla fjorðingsfinalu.

Hoyvíkskvinnur gjørdu sítt á Hálsi, og tí hevði tað fyri so vítt verið líkamikið, um VÍF vann í mun til stríðið um 2. plássi. Tað var javnt fyri steðgin, men í 2. hálvleiki í Havn fór H71 veruliga frá. Neistin skal spæla fjórðingsfinalu móti StÍF

EB tapti greitt á Skála, og harvið var plássið hjá Stjørnuni í fjórðingsfinaluni tryggjað, áðrenn dysturin í Vági var liðugur. Hann vann liðið úr Klaksvík annars við fimm málum, og tað næsta á skránni hjá Stjørnuni er ein túrur til Vestmanna.

Úrslitið av grundspælinum - eftir 21. og seinasta umfar:
1. Kyndil 42 stig
2. H71 33 stig
3. VÍF 31 stig
4. Neistin 25 stig
5. StÍF 16 stig
6. Stjørnan 10 stig
7. EB 7 stig
8. VB 4 stig

FM-fjórðingsfinalurnar í apríl:
VÍF - Stjørnan 
Neistin - StÍF

Talan er um ein einstakan dyst. Vinnarin fer beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, har ávikavist Kyndil og H71 bíða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

64 Leygardagur 05. apríl 2025

Turið Arge Samuelsen kortini ikki við

Rannvá Olsen er boðsend tí Turið Arge Samuelsen hevur skaða at dragast við

Turið Arge Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Turið Arge Samuelsen verður ikki við í dystunum móti Litava í komandi viku.

Hetta skuldi annars vera seinastu dystirnir hjá 30 ára gomlu havnarkvinnuni, men nú hevur hon ein skaða at dragast við, og er tí ikki tøk.

Rannvá Olsen úr VÍF er kallað inn fyri Turið Arge Samuelsen.

Føroyar møta Litava á heimavølli Við Tjarnir mikudagin 9. apríl klokkan 19, og á útivølli í Jonava, Litava sunnudagin 13. apríl klokkan 14. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ÍSL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DAN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DAN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, VíF
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DAN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DAN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DAN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DAN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DAN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DAN)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

65 Leygardagur 05. apríl 2025

Simon Olsen leitar sær aftur til Hoyvíkar

H71 hevur sett venjara til besta kvinnuliðið næsta ár. Hann er gamal kenningur í felagnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

H71 hevur skrivað trý ára sáttmála við Simon Olsen. Hann skal vera venjari hjá besta kvinnuliðnum, og eisini hava ábyrgd av allari gentusíðuni hjá felagnum.

Tað skrivar H71 í dystarblaðnum í sambandi við fjórðingsfinaluna í FM móti Neistanum.

31 ára gamli danin er ikki ókendur í felagnum, og tað er hann heldur ikki í føroyskum landsliðshøpi. Hann kom til Føroya í 2020 at venja besta mansliðið hjá hoyvíkingum.

Simon Olsen og familja hansara trivust væl og gjørdust partur av lokalumhvørvinum í Hoyvík. Eftir trý ár tók hann avgerð um at fara aftur til Danmarkar at taka av nýggjum avbjóðingum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sambandið við Føroyar bleiv tó ikki kvett, tí síðan hevur hann verið hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum.

Nú koma Simon Olsen og familja hansara aftur til Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2025

66 Leygardagur 05. apríl 2025

Flogbóltur: Steypakappingin farin av bakkastokki

Kvinnurnar hjá Fleyr settu seg í góða støðu í bólkinum við sigrinum á Mjølni. Spælt verður nú so at siga hvønn dag til og við týsdagin 15. apríl - steypafinalurnar í flogbólti verða spældar á Sandi

Føroyameistararnir úr Fleyr løgdu fyri við sigri í steypakappingini týskvøldið (Mynd: Fleyr)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Júst 25 ár eftir stovningardagin hjá Flogbóltssambandinum, 1. apríl 1980, varð lagt til brots við Bónus-steypakappingini 2025.

Í síðstu viku gjørdust menninir hjá Mjølni føroyameistarar fyri sjeyndu ferð á rað eftir, og 22. mars tryggjaðu Fleyr-kvinnurnar sær FM-heiti.

Føroyameistararnir løgdu fyri við sigri í steypakappingini

Sum nakað nýtt verður steypakappingin nú spæld, eftir at FM-stríðið í flogbólti er av. Tað vóru føroyameistararnir úr Fleyr og Mjølnir, sum løgdu fyri hjá kvinnum í týskvøldið. 

Mjølnir vann fyrsta settið 25-23 eftir góð "comeback", men Fleyr vann síðani 25-18, 25-23 og 25-15 og harvið dystin 3-1. Flogbóltssambandið skrivar, at Anja S. Danielsen var rættiliga avgerandi við at vinna nógvar bóltar á vinstra kanti.

Mikukvøldið spældu  bæði liðini í bólkinum, Dráttur og Ternan, á Giljanesi. Ternan vann dystin 3-0. 

Týdningurin av sigrinum hjá Fleyr kann verða stórur, tí sannlíkt er nú, at Fleyr vinnur bólkin, og skal tí spæla ímóti nummar2 úr bólki 1 í hálvfinaluni. Í bólki 1 eru KÍF, TB og FM-silvurvinnarin SÍ.

Nógvir dystir næstu vikurnar - finalurnar verða spældar 26. apríl

Nú verður spælt hvønn tann einasta dag - hjá bæði kvinnum og monnum - heilt fram til týsdagin 15. apríl við einasta undantaki mánadagin 14. apríl, tá eingin dystur er.

Hálvfinalurnar verða spældar á Giljanesi leygardagin 19. apríl. Finalurnar verða spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi leygardagin 26. apríl.

Hjá kvinnum er tveir bólkar í innleiðandi kappingini. Í bólki 1 eru SÍ, TB og KÍF. Í bólki 2 eru Dráttur, Fleyr, Mjølnir og so Ternan, sum annars spælir í næstbestu deildini. Tey tvey bestu liðini úr hvørjum bólki halda fram í kappingini, har nr. 1 spælir ímóti nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinalunum.

Hjá monnum eru tað tey fimm liðini í Polestar-deildini, Mjølnir, SÍ, Fleyr, ÍF og Ternan, sum kappast um tey fýra plássini í hálvfinalunum í Bónus steypakappingin, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

Komandi dystir í Bónus steypakappingini:

Kvinnur:

Bólkur 1:
Leygardagin 05. apríl kl. 16: SÍ – TB
Fríggjadagin 09. apríl kl. 19: KÍF – SÍ

Bólkur 2:

Leygardagin 05. apríl kl. 19: Mjølnir – Dráttur
Sunnudagin 06. apríl kl. 13: Fleyr – Ternan kl. 13:00

Menn:
Leygardagin 05. apríl kl. 13: Fleyr – ÍF
Mikudagin 07. apríl kl. 19: Mjølnir – Fleyr
Hósdagin 08. apríl kl. 19: SÍ – ÍF 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

67 Leygardagur 05. apríl 2025

Landsliðsleikarar í badminton vunnu heiðursmerkir í Aalborg

Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu kappingina í blandaðum tvímansleiki. Miriam vann eina aðra kapping eisini - Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus fingu eisini heiðursmerki í hús

Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava júst fingið gull í blandaðum tvímansleiki. Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir leikarar verið virknir í donskum feløgum og kappingum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fleiri av leikarunum í landsliðshópinum í badminton eru virknir leikarar í Danmark, hóast tey eru farin undir hægri lestur har. Farna vikuskifti luttóku fleiri teirra í kapping í Aalborg, har tey eisini komu heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu sunnudagin M-kappingina í blandaðum tvímansleiki. Miriam vann leygardagin kappingina í einmansleiki í meistarabólkinum.

Rúni fekk silvur í harradouble í M-bólkinum saman við donskum makkara eftir eina tætta finalu í trimum settum, har síðsta settið endaði 27-29. Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus vunnu silvur í A-bólkinum í somu kapping.

- Fyri føroyskt badminton hevur tað alstóran týdning fyri menningina, at bestu leikararnir eru framfýsin og kappast á høgum støði. Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir leikarar verið virknir í donskum feløgum og kappingum, skrivar Føroya Badmintonsamband.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

68 Leygardagur 05. apríl 2025

12 svimjarar úttiknir til oyggjaleikir

Tríggir svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag, fýra úr Havnar Svimjifelag, og fimm úr Ægir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Starvsnevvndin hjá Svimjisamband Føroya hevur úttikið 12 svimjarar til oyggjaleikirnar seinni í ár.

Tríggir svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag, fýra úr Havnar Svimjifelag, og fimm úr Ægir, boðar Svimjisamband Føroya frá.

Úttiknu svimjararnir eru eru:

Alisa Vestergård (2003), SuSvim
Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir
Jonna Joensen (2005), Ægir
Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Isak Brisenfeldt (2006), HS
Jón Hofgaard (1992), SuSvim
Líggjas Joensen (2008), Ægir
Silas Dam Lindberg (2008), HS

Oyggjaleikir í ár verða á Orknoyggjum í døgunum 12. til 18. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

69 Leygardagur 05. apríl 2025

Søgulig dart kapping á Eiði

Nýggju básarnir hjá felagnum vórðu tiknir í brúk, tá 4. umfar í FM-kappingini varð spælt

Umleið 90 luttakarar vóru samanlagt (Mynd: Eiðis Dartfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna vikuskiftið vórðu nýggju dartbásarnar hjá Eiðis Dartfelag tiknir í nýtslu, tá fjórða FM-umfarið í ár var á skránni í ítróttarhøllini á Eiði.

Tað vóru samanlagt eini 90, sum kappaðust hjá børnum og vaksnum leygardagin og sunnudagin, og fitt av áskoðarum vóru eisini.

Niðanfyri síggjast heiðursmerkjavinnarar og myndir av flestu teirra.

Fm 4 1.Deild
1 Jan McIntosh
2 Jan Erik Fjallstein
-3.
 Jón Johansen
-
3 Tummas Simonsen

Hægst útgang: Allan Viđ Rætt (120)
Fægst pílar: Jan McIntosh (13)

[object Object]

FM 4 2.Deild 
1 Jóhann Fløtt
2 Rani Joensen
3 Helgi Michelsen
- 3 Jørgen Meitilberg

Hægst útgang: Jóhann Fløtt (154)
Fægst pílar: Terje Leonhardsen (16)

FM 4 Kvinnur
1. Beinta Joensen
2. Annfríđ Erlandsdóttir Jacobsen
- 3 Annika Joensen
- 3
 Jennleyg Kallsoy

Hægst útgang: 89 Beinta Joensen
Fægst pílar: Beinta Joensen

Fm 4 tvímansleikur 
1. Jan Erik Fjallstein & Marjus Hansen
2. Allan Viđ Rætt & Esmar Mikkelsen
- 3. Jógvan Olivur Kallsoy & Sonnfinnur Kallsoy
- 3 Rani Joensen & Tummas Eli Kruse Ellingsgaard

Hægst útgang: Jón Johansen & Magne Thomassen (100)
Fægst pílar: Allan Viđ Rætt & Esmar Mikkelsen (15)

FM 2 U13
1. Aubrey Vang
2. Rógvi Fjallsbak
3 Mika Heinesen 
- 3 Sámuel Rasmussen

 Hægst útgang: Rógvi Fjallsbak (138)
 Fægst Pílar: Rógvi Fjallsbak (9)

Fm 2 U18 
1. Jóni Kjærbo
2. Dávid Mortensen
3 Nói R. Djurhuus 
- 3 Sunvard Vang

Hægst útgang: Jóni Kjærbo (105)
Fægst pílar: Aleksandur Andersson (17)

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2025

70 Leygardagur 05. apríl 2025

Ólavur og Urbanus føroyameistarar í billard

Oddaliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag gjørdist føroyameistari fyri lið 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eingin ivi var um, at tað vóru klaksvíkingar, sum fóru við FM heitinum fyri lið í billard í hesum kappingarárinum, somikið væl hava teir spælt heilt frá byrjan.

Við 60 stigum og 28,11 eygum í miðal og 14 stigum framman fyri Havnar Billardfelag, tóku Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen gullið.

[object Object]

[object Object]

Silvurvinnari gjørdist Havnar Billardfelag 1 við Jógvani Jørgensen og Per Hansen og 46 stigum og 23,98 eygum í miðal, og á 3. plássi kom Tvøroyrar Billardfelag við 39 stigum og 21,04 eygum í miðal mannað við Páll Hera Nolsøe og Tórða Holm.

Fuglfirðingar gjørdust nr. 4, klaksvikingar nr. 5 og liðið á Skálafjørðinum nr. 6. 

[object Object]

Hyggja vit eftir einstøku úrslitunum í allari liðkappingini, so varð tað oddaspælarin á Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe, sum gjørdist bestur samanlagt.

Hann hevði 34 stig og 33,04 eygu í miðal. Í hølunum á honum kom Ólavur Kjølbro við 33 stigum og 32,56 eygum í miðal. Urbanus Olsen tók triðja plássið við 27 stigum og 24,5 eygum í miðal. Tó hevði Kristian Sune Høgnesen, eisini úr Klaksvíkar Billardfelag, eitt betri miðaltal við 25,45 eygum.

Besta einstaka umfarið átti Páll Heri Nolsøe við 286 eygum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2025

71
Leygardagur 05. apríl 2025

Minningarorð um Sonna Smith

- Hann var sera nærlagdur í sínum arbeiði og sendingarnar vóru væl umtóktar, sigur Jóhann Mortensen, journalistur, í minningarorðinum

Sonne Smith arbeiddi í Útvarpi Føroya í fleiri ár
SkrivaÐ:

Jóhann Mortensen / Kringvarp Føroya

Í gjár - sunnudagin - bórust tíðindini um, at tíðindamaðurin Sonne Smith var farin. Sonni var í fleiri ár tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya. Sonne Smith var í mong ár ein kend rødd í Útvarpi Føroya - sum tíðindamaður og sum programmeðarbeiðari. Sonne Smith byrjaði starvsleiðina í útvarpinum í 1960-unum, tá hann legði til rættis sendingar við tónleiki til føroyska ungdómin. Sonne Smith var sera nærlagdur í sínum arbeiði og sendingarnar vóru væl umtóktar.

Hann hevði útbúgving innan handil og fígging, men arbeiðið í útvarpinum fekk hann at saðla um, og í 1976 leyk hann prógv sum journalistur frá Journalistskúlanum í Århus. Sum nýútbúgvin tíðindamaður fekk Sonne Smith starv í útvarpinum og skrivaði fyrst og fremst tíðindi uttan úr heimi, sum hann læs upp við síni góðu útvarpsrødd. Hann hevði stóran áhuga fyri tí, sum hendi á altjóða pallinum, og dugdi væl at seta hendingar og rák í eitt størri perspektiv.

Mong minnast óivað sendingarnar, sum hann gjørdi saman við Hans Holm um viðurskifti í øðrum londum - um landafrøðilig viðurskifti og fólkasløg.

Í 1989 varð Sonne Smith settur í starv sum tíðindaleiðari. Eitt starv, sum hann hevði til í 1995. Um aldarskifti gavst Sonne Smith í útvarpinum og skrivaði eftir tað greinar fyri bløð og tíðarrit. Hann hevði stóran alsk til føroyska málið, og eitt skifti vegleiddi hann tíðindafólk í útvarpinum í málsligum ivamálum. Á almannamiðlum hevur hann støðugt vegleitt lesarar um góðan føroyskan málburð.

Seinastu árini hevur Sonne Smith búð á Tvøroyri, har hann eisini vaks upp. Hann kendi seg heima á Tvøroyri, og har gjørdist hann ein bygdamynd. Hann var virkin í ymiskum, eitt nú í felagnum Naddoddi.

Sonne Smith andaðist í heiminum á Tvøroyri ígjár, 78 ára gamal.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2025

72 Leygardagur 05. apríl 2025

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Boðanardag Mariu, sunnudagin 6. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen.

Konfirmantarnir eru hesir:

Jasmin Fróðadóttir, Torkilsgøta 19. Dagurin verður hildin frá kl. 15.

Lív Herup Olsen, Gortrugøta 20. Dagurin verður hildin kl.16. 

Rakul Frederiksen, Millum Gilja 157 B. Dagurin verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt frá kl. 16.

Lív Ingunnardóttir Lamhauge, Millum Gilja 163. Dagurin verđur hildin í Skótahúsinum í Runavík frá kl 16.

Rebekka Tróndardóttir, Gortrugøta 3. Dagurin verður hildin við Tjarnir frá kl. 17.

Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, Bertugøta 14. Dagurin verður hildin á Panorama, Hotel Hafnia, Tórshavn, frá kl. 16.30.


Áki Krossteig Poulsen, Gortrugøta 30. Dagurin verður hildin á Vegnum Langa 23, Hoyvík,  frá kl. 17.

Filip Vilhelm Fríðálvsson, Marinargøta 10. Opið hús verður í kantinuni hjá Sev á Landavegi 92, Tórshavn, frá kl 15.

Heri Bjørklund Ziskason, Pætursgøta 14. Opið hús í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl 14.30.

Høgni Beder, Sýrugøta 5 A, Tórshavn. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Jónas Olsen, Karlamagnusarbreyt 44 2.7. Dagurin verður hildin í Hornahúsinum, J. C. Svabos gøta 37, Tórshavn, frá kl. 16.

Poul Hendrik Rubeksen, Dýrindalsgøta 46. Opið hús í kantinuni hjá MBM, Vegurin langi 31, frá kl 16.

Robert Róason Vilhelmsen, Millum Gilja 79.  Opið hús verður í kantinuni hjá Formula, Óðinsdædd 2, frá kl 16.

Rógvi Janusarson Joensen, Bertugøta 9. Dagurin verður hildin á Hotel Djurhuus frá kl. 16.

Viktor Andri Mikaelsson Scharbach, Niðaragøta 44. Opið hús verður í kantinuni hjá MBM, Vegurin langi 31, Hoyvík, frá kl 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

73 Leygardagur 05. apríl 2025

Konfirmantar í Sørvágs kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 6. apríl klokkan 11 verður konfirmantar í Sørvágs kirkju. Prestur er Marjun í Kálvalíð.

Úr Sørvági

Rhameses Delfin Maganto. Dagurin verður hildin í Húsmóðrafelagshúsinum,
Ovari Vegur, Sørvág frá kl. 15.

Sandra Skov Weihe, Húsadalsvegur 33. Opið hús frá kl. 17.

Saranja Eronsdóttir Debes. Dagurin verður hildin í Kirkjuhúsinum í Sørvági frá kl. 16.

Tova Sigurdsdóttir Nielsen, Ovara Gerðisbrekka 9b. Opið hús frá kl 17.

Bára Falkvard, Garðsvegur 12. Opið hús frá kl. 17.

Anna Ró av Trøð Trondesen, Traðarvegi 29. Vælkomst verður heima frá kl. 17.

Úr Miðvági

Lý S. Jóannesardóttir. Opið hús í Bygdarhúsinum, Kirkjavegur 3 frá kl. 16.

Ronja Djónadóttir, Hornavegur 19. opið hús verður frá kl 17.

Brá Bjarnadóttir Nielsen, Gerðisgøta 15. Opið hús frá kl 17.

Rakul Tórsdóttir Næs. Dagurin verður hildin í Beitishúsunum í Miðvági frá
kl. 15.

Úr Sandavági

Sunneva Hansdóttir Ravnsfjall, Smæruteigur 10. Opið hús frá kl. 16.

Siv Sarita av Sondum, Undir Fobbakletti 14. Opið hús frá kl 16.

Annika Heinadóttir, undir Fobbakletti 1. Opið frá kl. 17.

Lukas Akselsen, Steigartún 2. Opið hús frá kl. 16.

Ári Bjarnason Prior. Dagurin verður hildin í vakstrarhúsinum í Sandavági frá kl 17.

Jóan Petur Myllhamar. Dagurin verður hildin í meinigheitshúsinum Saron, á
Sondum 1 frá kl.15.

Lukas Eyðsteinsson. Opið hús verður frá kl 16 í SÍF-húsinum á Loftagrund.

Ári Slættanes, Giljavegur 33. Opið hús frá kl. 16.

Høgni Jóansson. Opið hús verður á Gamla hotel/Magenta í Miðvági frá kl. 16.30. 

Tóki B. Djurhuus. Dagurin verður hildin fyri innboðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

74 Leygardagur 05. apríl 2025

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vesturkirkjuni 6. apríl kl. 11 við Derhardi Jógvanssyni.

Birtir Dalsgarð Bjørk, Støðlagøta 19, Argir. Dagurin verður hildin í høllini við Tjarnir frá klokkan 17.

Brandur Heinason, Velbastaðvegur 33. Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia frá klokkan 16.

Finnur Eiri Clementsen, undir Heygnum 3. Dagurin verður hildin í KFUM á Hoydalsvegi 6 frá klokkan 15.

Geyti Kragesteen Geyti, Skriðubakki 8, Kaldbak. Dagurin verður hildin á Sjósavninum frá klokkan 17.

Gunnar í Garðinum, Velbastaðvegur 36. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Hjalte Restorff Nipgaard, Heygsvegur 15. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Ísakur Restorff Mouritsen, Heimasta Horn 36. Dagurin verður hildin í Skúlanum á Fløtum frá klokkan 15.

Lukas Winthereig, Undir Kongavarða 23, 5. Argir. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum frá klokkan 16.

Magnus Poulsen, Folagerði 9. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Markus Bárðarson. Dagurin verður hildin i veistluhølinum hjá Mark á Marknagilsvegnum frá klokkan 16.

Markus Simonsen, á Túgvu 10. Dagurin verður hildin fyri innbodnum í KFUK frá klokkan 15.

Rani Reinert, Villingadalsvegur 29. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Rókur Reginsson, Skákið 6. Dagur verður hildin á Hotel Føroyum frá klokkan 17.

Tórstein Mohr Holm. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum í Gundadali frá klokkan 17.


Anna Magnadóttir Hovgaard, Undir Kongavarða 134, Argir. Dagurin verður hildin í Javnaðarhúsinum á Niels Finsensgøtu 14 frá klokkan 17.

Anna Mikalsdóttir í Líð, Reyðagøta 11. Dagurin verður hildin í róðrarneystinum á Argjum, Argjavegur 4, frá klokkan 17.

Bjarta Huginsdóttir Johannesen, Gamli velbastaðvegur 15. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Bjarta Jansdóttir Magnussen, Í Svanga 33. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, frá klokkan 17.

Elisabet Joensen, við Klingurstjørn 40, Argir. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Starvsfelagnum frá klokkan 16.

India Linnea Bech, Granagøta 4. Dagurin verður hildin í Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, frá klokkan 17.

Johanna Elisa Jóhansdóttir Hansen, Fjalstún 4. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Lea Dühring Olsen, í Svanga 45. Dagurin verður hildin Í Broncks frá klokkan 16.

Lilja Jóhansdóttir Sumberg, Miðrás 11. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Lisa Rask Olsen, Traðartún 8, Argir. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 frá klokkan 16.

Lydia Maria Juul Bah, Faksagøta 11. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Natasja Gaardbo á Løgmannsbø, Korkugøta 9. Dagurin verður hildin á skúlaheiminum í Marknagili.

Rakul Winthereig, Undir Kongavarða 23, 5. Argir. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum frá klokkan 16.

Ria Langgaard, Dalastígur 5. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Róða Amalia Beintudóttir Johannesen, Landavegur 78. Dagurin verður hildin í Bátafelagnum, Bryggjubakki 20, frá klokkan 15.

Sólbjørt Hansen, Traðagøta 47, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Vár Purkhús, Blankagøta 15. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025

75 Leygardagur 05. apríl 2025

Konfirmantar í Kirkjubøar kirkju sunnudagin

-

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión í Kirkjubøar kirkju sunnudagin 6. apríl kl. 11

Eva Sofía Rein, Undir Borgarhálsi 42. Dagurin hildin undir Borgarhálsi 42 á Velbastað frá 16.

Sjúrður Patursson, í Lágabø 7, Kirkjubøur. Dagurin hildin frá kl. 16.

Dánial á Steinum, Norðuri á Heyggi 12, Velbastaður. Dagurin verður hildin frá kl. 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2025