Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. apríl 2025 | Nr. 15 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Føroyar fillaðu Litava við 10 málum

SíÐa 42

1 Leygardagur 12. apríl 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti - nøvnini á konfirmantunum síggjast aftast í blaðnum

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Rembingar

Ávísar rembingar eru framvegis í samgonguflokkunum. Vit sóu tað fyrst í Javnaðarflokkinum eftir at tingmeirilutin mistið álitið á landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum.

Nú hevur Tjóðveldi eisini umskipað seg. Floksformaðurin gjøgnum eina fjórðingsøld er nú vanligur tinglimur, og hann skuldi hava nevndarsessir, sum hóskaðu til hansara royndir og tign í flokkinum.

Als onki óvæntað er í, at Høgni Hoydal fær sess í uttanlandsnevndini. Tað er fyrrverandi landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum, tað snýr seg um, og løgið var annað, enn at hann fekk henda sessin, nú hann er vorðin tinglimur aftur.

Heldur onki óvæntað í, at hann fær umboð í Norðurlandaráðnum. Høgni Hoydal er í dag mest royndi politikarin í Norðurlandaráðshøpi yvirhøvur - hevur sum einasti føroyingur sitið í formansskapinum, tí íslendingar ynsktu hansara vitan og royndir undir einum av teirra formansskeiði. Og yvirhøvur er hann ein persónur, sum lurtað verður eftir í hesum høpi.

At rokadan í báðum førum gekk út yvir síðst valda umboð floksins á tingi, Liljuna Weihe, var jú høgligt hjá flokkinum, hóast forkvinnan vísir øllum tosi aftur um, at hetta var afturgjald fyri, at Liljan setti seg upp móti floksleiðsluni í spurninginum um misálit. Tað trýr ongin.

---

Framsókn hevur eisini verið í eini uppgerð síðan flokkurin hevði landsfund herfyri. Hetta snýr seg um sjálvan eksistensin hjá flokkinum eftir støðuna, sum flokkurin kom í fyri skjótt einum ári síðani, tá tveir av teimum trimum tinglimunum atkvøddu ímóti uppskoti um broytingar í abortlógini, sum floksins egni landsstýrismaður hevði lagt fram - eitt af lyftunum, sum floksleiðslan gav undir valstríðnum.

Henda støðan var so álvarslig fyri flokkin, at nógv vóru tey, sum mettu, herundir stovnarin av flokkinum, at dagarnir hjá Framsókn vóru taldir.

Sum skilst kom støðan ikki óvart á floksleiðsluna, tí hon kendi støðuna hjá Sólvit Nolsøe í abortspurninginum longu tá tey bjóðaðu honum pláss á listanum eftir at hann hevði tikið seg úr Fólkaflokkinum.

Helst var tað tí, at tað ikki hendi meira fyrr enn nú á árliga landsfundinum hjá flokkinum. Nú er semja um at seta krøv til floksins valevni til komandi løgtingsval, at tey skulu taka undir við lógaruppskotinum í sama líki, sum varð felt á løgtingi í fjør. Tí ætlanin er at leggja uppskotið fram aftur, men ikki fyrr enn eftir komandi val.

Sami Sólvit tók avleiðingarnar - ikki at fara úr flokkinum, men at staðfesta, at hansara dagar sum løgtingslimur fyri Framsókn eru taldir, og tók seg tí aftur sum tingbólkaformaður. Hann kann ikki stilla upp til næsta løgtingsval. Men hann er framvegis loyalur yvir fyri flokkinum, og ætlar framhaldandi at arbeiða fyri flokkin tað, ið eftir er av valskeiðinum. Tað hevur hann opið og ærligt greitt almenninginum frá.

Øðrvísi er við hinum tinglimunum, sum gjørdi tað sama. Hanna Jensen stovnaði Framsókn í síni tíð saman við Poul Michelsen. Men eftir at Poul Michelsen gavst í politikki, hevur hon verið meira ivasom í síni liberalu sannføring, sum annars var grundarlagið hjá flokkinum, hon í síni tíð stovnaði.

Tí tað er ikki bara í spurninginum um fosturtøku, at hon hevur havt eina støðu, sum ikki var tann sama, sum øll onnur høvdu fatað, sum liberali politikkurin hjá Framsókn. Men mótsatt síðumanninum á tingi, so vil Hanna Jensen ikki fara í almenningin og greiða frá síni støðutakan. Tað er tó eyðsæð, at heldur ikki hon kann vera millum valevnini hjá Framsókn til næsta løgtingsval.

Sum veljarakanningarnar hava sæð út í seinastuni, so er heldur onki, sum bendir á, at nakar av núverandi samgonguflokkunum megnar at varðveita sína stødd eftir komandi løgtingsval.

Við støðuni, sum Framsókn nú hevur tikið, er okkurt, sum týðir uppá, at flokkurin kortini kann yvirliva, og framhaldandi vera tað lítla, men skynsama liberala klípið í føroyskum politikki.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 978

    Lisnar síður: 5679

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 12. apríl 2025

Framsókn setir krøv til valevnini

Sólvit Nolsøe tekur ikki undir við politikki floksins um fosturtøku, og stillar tí ikki upp aftur til komandi val. Hanna Jensen skýggjar fjølmiðlarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Flokkurin Framsókn er, í sambandi við landsfundin, sum var fyri tveimum vikum síðani, farin ígjøgnum eina uppgerð við fólkini, sum eru ímóti fosturtøku.

Tí nú verður lagt upp til, at valevni floksins til komandi løgtingsval skulu ganga við til ætlanina hjá flokkinum um at broyta lóggávuna um fosturtøku.

Tað var ein álvarsligur smeitur fyri flokkin, tá tvey av trimum tingfólkum – Sólvit Nolsøe og Hanna Jensen – atkvøddu ímóti uppskotinum, sum egni landsstýrismaður floksins, Bjarni Kárason Petersen, legði fyri tingið.

Hetta fekk øði í stovnaran av flokkinum, Poul Michelsen, sum segði seg skammast av flokkinum, sum hann var við til at stovna. Hann segði tá við Frihedsbrevet, at “hetta tekur sjálvt grundarlagið undan Framsókn”.

- Um Framsókn ikki verjir persónliga frælsið, so kunnu tingfólk í Framsókn akkurát tað sama melda seg inn í Fólkaflokkin. Hetta er ikki tann flokkurin, sum vit stovnaðu, segði Poul Michelsen tá.

Nú tykist sum um at Framsókn hevur funnið eina bleyta lending. At síggja til skulu veljarar floksins til komandi løgtingsval kunna stóla uppá, at flokkurin er á einum máli í spurninginum um fosturtøku.

Hetta hevur ført til, at Sólvit Nolsøe hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til komandi løgtingsval. Sum avleiðing av hesum hevur hann eisini sagt seg frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn.

Við útvarpið hjá Krinvarpinum segði Sólvit í gjár m.a., at hann annars er samdur við flokkin í 99 av 100 málum, at hann heldur fram við arbeiðinum á løgtingi og at hann ongar ætlanir hevur um at melda seg úr flokkinum. Men sum treytirnar er nú, kann hann ikki stilla upp fyri flokkin til næsta løgtingsval.

Meira ivasamt er tað við Honnu Jensen, sum tykist ikki vera sinnað til at svara almenninginum upp á spurningar um hennara viðurskifti við Framsókn.

Hanna Jensen var annars við til at stovna Framsókn saman við Poul Michelsen í 2011. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

3 Leygardagur 12. apríl 2025

Gevst í politikki aftaná næsta val

Sólvit E. Nolsø stillar ikki upp aftur aftaná næsta val. Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá flokkinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Alt bendir á, at Sólvit E. Nolsø er liðugur í politikki aftaná næsta val.

Á tingfundinum týsdagin varð boðað frá, at hann gavst sum tingbólkaformaður í Framsókn, og fyri útvarpinum váttar hann, at hann ikki stillar upp aftur eftir næsta val

- Tað er ósannlíkt í løtuni og helst ómøguligt hjá mær at stilla uppaftur fyri Framsókn. Og eg stillo helst ikki upp aftur til næsta løgtingsval, ikki fyri nakran flokk, segði Sólvit E. Nolsø við útvarpið.

Orsøkin er at Framsókn hevur gjørt greitt, at tey sum stilla upp fyri flokkin, skulu taka undir við fríari fosturtøku til 12. viku.

- Hetta er gjørt til ótøkiligan politikk, sum man skal taka undir við, og tað ger tað ómøguligt. Her eru tveir óvíkiligir partar, sum møtast, har tann eini parturin hevur fingið sína støðu sum politikk hjá flokkinum.

- Tí sigi eg, at eg ikki eri partur av framtíðarætlanunum hjá flokkinum, sigur Sólvit E. Nolsø við útvarpið.

Hann fer kortini ikki úr politikki her og nú. Tingmaðurin heldur fram hetta valskeiðið út.

Sólvit Nolsø fekk 249 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og gjørdist triðvaldur hjá Framsókn, sum fekk tríggjar tingsessir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

4 Leygardagur 12. apríl 2025

Nýggj kanning fyri prostatakrabba í Føroyum

Vevnaðarroyndir av prostata hava áður verið gjørdar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg, men nú fer man at sleppa undan at senda fleiri til Danmarkar

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin varð farið undir ein nýggjan hátt at kanna sjúklingar, har ein MR-skanning hevur víst illgruna um prostatakrabba. Sjúkrahúsverkið hevur fingið nýtt tól til vega, ið ger hetta møguligt.

Um 200 menn verða árliga ávístir til MR-skanning, við illgruna um prostatakrabba. Á leið 70 teirra verða sendir víðari til at taka vevnaðarroyndir. Umleið 50 av hesum fáa síðani staðfest krabbamein.

Vevnaðarroyndir av prostata hava áður verið gjørdar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg.

- Við hesum nýggja tólinum, og við upplæring av starvsfólkum, ber nú til at gera hesar kanningar her heima. Myndirnar frá MR-skanningini verða smeltaðar saman við ultraljóðmyndunum frá nýggja tólinum. So kann arbeiðast út frá myndunum, heilt nágreiniliga. Hetta ger at vevnaðarroyndirnar eru meira neyvar og tí eisini færri í tali. Á hendan hátt verða MR-skanningarnar av prostata eisini gagnnýttar til fulnar her í Føroyum.

Hetta ger stóran mun fyri sjúklingin, ið oftast eru eldri menn. Fyri tað fyrsta tí at kanningin verður gjørd í Føroyum, heldur enn í Danmark. Tað er ikki neyðugt at ferðast eins langt, verða burtur í fleiri dagar og hava fylgjara við. Fyri tað næsta, tí at kanningin við hesum nýggja háttinum er minni pínufull, tað bløðir minni og tað er so gott sum ongin vandi fyri bruna. Hetta kemst av, at vevnaðarroyndirnar nú verða tiknar við at farið verður ígjøgnum millumkjøtið og ikki gjøgnum endatarmin.

Hendan kanningin tekur vanliga bara 20-30 minuttir. Sjúklingurin er væl fyri aftaná, tað eru færri hjáárin og ein nógv lagaligari sjúklingagongd.

Mannagongdin eftir kanningirnar er tann sama sum frammanundan, royndirnar verða sendar til útgreinan á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg og svarið verður sent til ávísandi lækna.

Týsdagin vóru starvsfólk frá universitetssjúkrahúsinum í Aalborg við til kanningarnar, fyri at vegleiða okkara egnu starvsfólk. Eisini hava starvsfólk frá GE Healthcare verið við, fyri at tryggja at tólið er rætt stillað og sum heild koyrir sum tað skal.

Sjey slíkar kanningar vórðu gjørdar hendan dagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og framyvir verða tær gjørdar eftir tørvi.

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa. Framyvir verður tað urologur, saman við sjúkrarøktarfrøðingum, ið koma at gera hesar kanningar, á urologiska ambulatoriunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

5

Størv

Montørur til rakstrardeildina hjá Sev

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Deildarleiðari til Stjórnarskrivstovuna

Meira Umsóknarfreist: 27. apríl 2025

Vit søkja námsfrøðingar til demensdeildina hjá Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 16. apríl 2025

SNA leitar eftir dugnaligum projektleiðara, byggileiðara og málsarkitekti

Meira Umsóknarfreist: 18. apríl 2025

Framsøkin søluleiðari søkist

Meira Umsóknarfreist: 15. apríl 2025

Sveisari

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk og summarferiuavloysarar

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2025

Byrja tína yrkisleið sum bankanæmingur

Meira Umsóknarfreist: 23. apríl 2025

Starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2025

Nema søkir eftir handilsleiðara

Meira Umsóknarfreist: 22. apríl 2025

Vit søkja lærlingar

Meira Umsóknarfreist: 27. apríl 2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Húsum

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2025
6 Leygardagur 12. apríl 2025

Samverk funnið semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tvey-ára avtalan varð undirritað týsdagin. Hon inniber eina lønarhækkan á 4,32 prosent nú

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin 8. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Nýggi tvey ára sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2025 til 1. mai 2027. Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:

1. mai 2025 hækkar lønin við 4,32 prosentum
1. mai 2026 hækkar lønin við 3,87 prosentum

Frá 1. januar 2026 verður nýggj áseting galdandi, sum ger at døgurðasteðgurin sambært grein 3, stk. 1 ikki verður frádrigin arbeiðstíðini. Starvsfólk, sum arbeiða fleiri enn 5 tímar um dagin, hava rætt til døgurðasteðg, sum er minst 20 minuttir, og hesin verður við nýggju ásetingini nú løntur døgurðasteðgur.

Eisini eru broytingar í lønartalvunum sum hava við sær at trý lønarstig fella burtur í ávikavist lønarbólki 2 og lønarbólki 4, soleiðis at tað verður skjótari at náa endastignum:

Lønarbólkur 2
Núverandi starvsaldur 5, 7 og 9 fella burtur. Eftir standa 8 lønarstig.

Lønarbólkur 4
Núverandi starvsaldur 3, 6 og 9 fella burtur. Eftir standa 11 lønarstig.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

7 Leygardagur 12. apríl 2025

Miðlafólk latið rættinum stevning móti landsstýrinum

Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og Georg L. Petersen, nevndarlimur í Føroyskum Fjølmiðlafólkum uttan fyri rættarhølið saman við advokatinum Jógvan Páll Lassen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni stóð tað endaliga greitt, at grundleggjandi rætturin hjá miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service stovninum Kringvarpi Føroya skal roynast í rættinum.

- Vit vónaðu til tað seinasta, at landsstýrið fór at broyta støðu og viðurkenna rættin at samráðast um egnan sáttmála, ið er so grundleggjandi fyri eitt hvørt yrki. Men landsstýrið letst ikki um vón, og tí er stevningin nú latin rættinum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk.

Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund í Tinganesi mikudagin í síðstu viku, har løgmaður og landsstýriskvinnan við fíggjarmálum vóru við, umframt lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum.

22. mai í fjør bað felagið Føroysk Miðlafólk um samráðingarrættin fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, herundir serliga í Kringvarpinum, tá táverandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024. 

Ynskið bleiv ikki gingið á møti, og víðari samráðingar við landsstýrið endaðu úrslitaleysar 2. apríl 2025.

Kravið í stevningini nú er latin Føroya Rætti, er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Grundleggjandi rættindi

Málið er rættulig prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.

Grein-11 í evropeisku mannarættindakonventiónini, sum Føroyar eisini hava tikið undir við, sigur beinleiðis, at ”Enhver har ret til frit at deltage i fredelige forsamlinger og til foreningsfrihed, herunder ret til at oprette og slutte sig til fagforeninger for at beskytte sine interesser.”

- Hvussu skal eitt fakfelag verja áhugamálini hjá limunum, um landsins stýri noktar fakfelagnum at samráðast um ein sáttmála, spyr Jón Brian Hvidtfeldt.

Tí er málið prinsipielt. Og tí er tað nú latið Føroya Rætti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

8 Leygardagur 12. apríl 2025

17 ára gamal drongur doyði av løstunum

Ferðsluvanlukka á Skála í farnu viku kostaði eitt ungt mannalív

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 17 ára gamal drongur er deyður eftir ein samanstoyt á Skála hósdagin 3. apríl, tá ein bilur og eitt prutl rendu saman.

Drongurin á prutlinum kom illa til skaða í samanstoytinum, og varð fluttur á ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.

Men lívið stóð ikki til at bjarga, og sunnudagin andaðist drongurin, skrivar familjan á sosialu miðlunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

9 Leygardagur 12. apríl 2025

Knapt 54.800 fólk búgva nú í Føroyum

Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 334 fólkum, sum svarar til 0,6 prosent

(Mynd: Hagstofan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. mars búðu 54.784 fólk í Føroyum. Fólkatalið er sostatt vaksið við 334 fólkum, ella 0,6 prosentum, síðan 1. mars 2024. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 334 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið, skrivar Hagstovan. 

Burðaravlopið og nettoflytingin minka

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 og eini nettoflyting á 175 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,9 børn fyri hvørji 1.000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,2 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. mars 2023 til 1. mars 2024. Tá var burðaravlopið á 3,0 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

Trendurin fyri flytingarnar gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini ikki minkar eins nógv og áður, meðan minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, skrivar Hagstovan. 

Trendurin fyri føðitalið gevur ábending um, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

10 Leygardagur 12. apríl 2025

Pensjónirnar gott avkast í 2024

2024 gjørdist tað besta árið síðan Betri Pensjón varð stovnað í 2006 - men tað kann ganga skjótt báðar vegir, órógvið á fíggjarmarknaðinum ger, at avkastið er negativt higartil í ár

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Pensjónirnar hjá kundunum hjá Betri Pensjón vuksu nógv í virði í 2024, tá íløgurnar góvu besta avkastið í nógv ár. Tað var í miðal 9,7 prosent, harav kundarnir við lægsta váða fingu eitt avkast á góð 5 prosent, meðan kundarnir við hægsta váða fingu 17,5 prosent.

Sum heild gjørdist árið tað besta, síðani Betri Pensjón varð stovnað í 2006.

Íløgumarknaðurin kláraði seg betur enn útlitini vóru við ársbyrjan, og tjóðbankarnir í Evropa og USA lækkaðu báðir rentuna. Millum annað hetta hevur givið kundunum og eisini pensjónsfelagnum eitt stak gott úrslit. Hartil hevur felagið ongantíð áður fingið so nógvar nýggjar kundar sum í 2024 og inntøkurnar frá tryggingar- og pensjónsgjøldum vuksu 15 prosent íbmun til árið fyri.

- Vit eru sera fegin um, at framdar íløgur í 2024 hava givið kundum okkara so gott úrslit. Sum heild hevur árið eydnast væl. Serliga eru vit fegin um, at kundarnir hava fingið so gott avkast. Tað liggur millum 5 og 17,5 prosent. Miðalavkastið var á 9,7 prosent, sum avspeglar, at føroyingar sum heild velja at hava lutfalsligan lágan váða á sínum pensjónum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Stjórin vísir tó eisini á, hvussu skjótt tað kann ganga báðar vegir, tí órógvið á fíggjarmarknaðunum higartil í ár hevur havt við sær, at kundarnir í Betri Pensjón í miðal hava eitt negativt avkast á 2 prosent fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2025.

Lyklatøl fyri 2024:

Ársúrslit eftir skatt 9,6 mió.
Tryggingar- og pensjónsinngjøld 228 mió.
Avkast hjá kundum í miðal 9,7%
Eginogn 81,2 mió.
Íløguogn hjá kundunum við árslok 2.274 mió.
Solvensdekningur 255% 

Ársfrágreiðingin kann lesast her

[object Object]
Helgi L. Petersen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

11 Leygardagur 12. apríl 2025

Føroya Banki fær ein kjattbott

Hetta er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. "Vita" verður tøkur alt samdøgrið - talan er ikki um vitlíki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vita er nýggi kjattbotturin hjá Føroya Banka. Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna talgildu pallarnar, soleiðis at kundar og onnur lætt og einfalt kunnu fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Tí hevur bankin ment Vitu, sum er tøk í netbankanum og á heimasíðuni bankin.fo.

Vita er ikki eins og aðrir kjattbottar. Hon er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, tí hon bæði skrivar og skilir føroyskt. Henda tøknin var ikki tøk í Føroyum til føroyskt mál, men dugnalig starvsfólk í Føroya Banka hava við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum og Íslandi ment Vitu. Bankin hevur ment Vitu fyri at gera tað lættari at fáa svar uppá allar spurningar um fíggjarviðurskifti – eisini uttan fyri vanligar upplatingartíðir.

Vita er altíð til arbeiðis
Vita er til arbeiðis alt samdøgrið, og dugir at svara øllum spurningum, sum hava við bankavirksemi at gera. Tað merkir, at ein kann spyrja hana um hjálp, júst sum ivamálið tekur seg upp, heldur enn at bíða til morgunin eftir, tá kundatænastan letur upp. Tað ber til dømis til at spyrja hana um galdandi rentur, ella hvørji gjaldskort eru at velja í, so svarar hon, so væl, sum hon kann ella vísir til rætta stað á heimasíðuni hjá bankanum.

Vita dugir eisini at vegleiða, um ein skal gera eina flyting, finna sína pin-kotu ella líknandi. Svarini hjá Vitu eru góðskutryggjað, men við tíðini verður hon ment til at svara betur og betur.

Bankin heldur tað vera umráðandi fyri føroyska samfelagið og føroyska málið, at fyritøkur, sum hava førleikar og møguleikar, menna loysnir fyri at flyta Føroyar framá.

- Vit leggja nógva orku í at menna talgildu pallarnar og vera ein virkin viðleikari í talgildu menningini í Føroyum. Teir seinastu nógvu mánaðirnar hava vit tí eisini raðfest Vitu, og vit eru fegin um, at loysnin nú eisini kann koma okkara kundum til góðar. Tøknin kann harumframt brúkast bæði í máltøkniligari gransking og føroysku vinnuni. Kjattbotturin er ein liður í einum størri arbeiði við talgilding, ið skal gera tað lættari at vera kundi – onnur dømi eru at stovna samansparingar, virkja kort o.a. beinleiðis í netbankanum, sum er ókeypis fyri allar kundar, sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri í Føroya Banka.

Gott samstarv hevur borið Vitu á mál
Grundtøknin er frá Miðeind, máltøknidepli í Íslandi, og síðani eru dátur frá Føroyska Bendingargrunninum, sum Setrið eigur, brúktar fyri at leggja føroyska málið og bendingar í Vitu í samstarvi við ein PhD lesandi.

Hetta eru amboð, sum øll nú kunnu taka niður og brúka sum tilfeingi á heimasíðuni hjá máltøknideplinum. Til dømis til kjattbottar ella onnur endamál, har tørvur er á at læra skipanir at broyta føroysk orð til tekin og at flokka tey.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

12
Leygardagur 12. apríl 2025

Fyrrverandi føroyskt uppsjóvarskip fær heimstað í Danmark

Fyrrverandi føroyska uppsjóvarskipið Høgaberg fær nú heimstað í Danmark

Andrea L er fyrrverandi Høgaberg, sum bleiv seldur til Noregs í 2023
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Fyrrverandi Føroyska uppsjóvarskipið Høgaberg, hjá Framherja í Fuglafirði, fær nú heimstað í Danmark. Skipið kallast í dag Andrea L.

Tað er danska reiðaríið Themis AS, sum hevur keypt norska uppsjóvarskipið Andrea L, sum skal avloysa eitt uppsjóvarskip hjá felagnum, sum nú kallast Gitte Henning, og hevur fingið kenda danska fiskimannin Henning Kjeldsen til eigara og skipara.

Tað var tíðliga í 2023, at Framherji seldi Høgaberg til Noregs, haðani skipið upprunaliga kom nøkur ár áðrenn tað kom til Føroya.

Danska reiðaríið Themis AS seldi fyri kortum sítt uppsjóvarskip til Henning Kjeldsen, men seldi skipið uttan kvotur, og tí skuldi reiðaríið leita eftir einari aðrari loysn.

Themis AS hevur leitað í eina tíð, eisini áðrenn felagið seldi sítt uppsjóvarskip til Henning Kjeldsen, og nú er so ein losyn funnin, sum Themis AS heldur vera nøktandi.

Hví norsku eigararnir longu selja skipið ella hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki, men væntast kann, at skipið fer at fáa navnið Themis og heimstað í Skagen.

Tað er svenska familjan Ryberg, sum er ein kend reiðarafamilja í Danmark og Svøríki, sum eigur Themis AS í Skagen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

13 Leygardagur 12. apríl 2025

Boði Haraldson býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu

Hann hevur roynt tað fyrr - byrjar aftur í starvinum 22. apríl

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Boði Haraldson er settur sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, boðar kommunan frá.

Boði er 64 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Hann hevur drúgvar royndir innan flestu fakøki á tekniska økinum, skrivar kommunan.

Boði hevur m.a. starvast í tvey ár sum GIS-samskipari hjá Kampsax GeoPlan og fimm ár sum verkfrøðingur og GIS-samskipari hjá Tórshavnar kommunu. Hann hevur eisini áður røkt starvið sum býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu frá 1999 til 2016, og frá 2016-2022 starvaðist hann sum deildarleiðari á Landsverki við ábyrgd fyri Infrakervisdeildini og Virkisdeildini. Seinastu tvey árini hevur Boði starvast hjá MTV Byggivirki sum verkfrøðingur innan umsiting - og projektleiðslu.

Boði byrjar í starvinum 22. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

14 Leygardagur 12. apríl 2025

Hans Olof Engberg nýggjur deildarleiðari á Land- og sjókort

Hann tók við sum deildarleiðari á deildini Land- og sjókort hj+a Umhvørvisstovuni 1. apríl

Hans Olof Engberg og Stein Fossá (Mynd: Umhvøvisstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hans Olof Engberg er settur sum nýggjur leiðari á deildini Land- og sjókort hjá Umhvørvisstovuni.

Hans tók við sum deildarleiðari 1. apríl eftir Stein Fossá, sum hevur verið deildarleiðari, síðani Umhvørvisstovan varð sett á stovn í 2007.

Hans hevur drúgvar royndir innan sjókort frá svenska Sjöfartsverket, og haraftrat hevur hann arbeitt innan landkortøkið seinastu fýra árini við millum annað topografiskum kortum, skrivar Umhvørvisstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

15 Leygardagur 12. apríl 2025

Søguligu skeltini prýða aftur Vág

Skeltini mynda eina útiframsýning, sum gevur eitt innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.

Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú ber aftur til at fara ein heilt serligan gongutúr í Vági og leita aftur í tíðina.

Vágs kommuna skrivar, at eins og undanfarin ár eru søguslóðir-skeltini hongd upp kring bygdina. Skeltini mynda eina útiframsýning, sum gevur eitt innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.

- Søguslóðir fevnir um 12 støð. Á hvørjum staði er eitt skelti við teksti og gomlum myndum, sum lýsa, hvussu staðið sá út fyrr og hvør søga er knýtt at júst hesum staði. Talan er um eitt tiltak, sum Vágs Sóknar Bygdasavn setti í gongd í 2016, sum síðan er endurtikið á hvørjum ári.

Í Miðlatúni ber eisini til at fáa ein ókeypis faldara við yvirliti yvir øll støðini, so ein kann ganga søguslóðirnar – einsamallur ella saman við øðrum.

Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

16 Leygardagur 12. apríl 2025

Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram

Eingin stillar upp móti Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður seinastu seks árini

Mynd: skulabladid.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nevndarval er á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 26. apríl, men longu nú er greitt, at verandi nevndarlimir halda fram.

Hetta skrivar Skúlablaðið. 5. apríl var freist at bjóða seg fram at koma í nevndina hjá Føroya Lærarafelag til næsta skeiðið. 

Tveir limir, umframt formaður skulu veljast, men tað verður einki væl.

Jacob Eli S. Olsen bjóðaði seg aftur fram sum formaður. Hann hevur verið formaður seinastu seks árini og undan tí lærari í Eysturskúlanum í Havn.

Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali, eru Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn. Tey hava ávikavist røkt uppgávurnar sum kassameistari og skrivari felagsins.

Tey bjóða seg fram aftur. Eingi onnur valevni eru; sostatt heldur nevndin óbroytt fram.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

17 Leygardagur 12. apríl 2025

Grindamannafelagið fingið nýggjan formann

Esmar Joensen og Tóri Simonsen, sum seinastu árini hava verið ávikavist formaður og næstformaður, valdu ikki at átaka sær hesar sessir komandi árið – nýggjur formaður og næstformaður eru Ragnar Jacobsen og Bogi Hansen

Ragnar Jacobsen er nú formaður í Grindamannafelagnum (Savnsmynd: Grindamannafelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 5. apríl varð aðalfundur hjá Grindamannafelagnum í Klaksvík, har ein nevndarlimur og tveir varalimir í starvsnevndini hjá felagnum stóðu fyri vali, skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivi.

Tina Kajsdóttir varð vald í nevndina fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali.

Tina skrivaði søgu herfyri, tá hon varð fyrsta kvinna, sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum, skrivar Grindamannafelagið.

Esmar Joensen, sum hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, valdi orsakað av øktum arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, ikki at átaka sær formanssessin komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verði næstformaður/peningarøkil.

Nýggjur formaður og næstformaður eru Ragnar Jacobsen og Bogi Hansen.

Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum sær sostatt soleiðis út: Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur, næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík, og skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes. Varalimir: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna, Tina Kajsdóttir, Miðvágur, og Tóri Simonsen, Hvannasund.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2025

18 Leygardagur 12. apríl 2025

Lea Sofía Skaalum nýggj forkvinna í Diabetesfelagnum

Hon avloysir May-Britt Skoradal, sum hevur verið forkvinna í næstan 10 samfull ár

Frá vinstru Grímur Kamban Mortensen, Lea Sofía Skaalum og Allan Skaalum. Mourits Joensen og Terji á Lakjuni eru harafturat partur av nevndini í Diabetesfelagnum (Mynd: Diabetesfelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Diabetesfelagið hevur fingið nyggja nevnd, og Lea Sofía Skaalum er nú forkvinna í felagnum.

Hon avloysir May-Britt Skoradal, sum hevur verið forkvinna í næstan 10 samfull ár.

– May-Britt hevur við kønari hond staðið á odda fyri felagnum og verið ein dyggur og trúgvur forsprákari fyri bøttum umstøðum fyri fólk í Føroyum við diabetes.
Diabetesfelagið ynskir henni alt tað besta við nýggju avbjóðingunum, skrivar Diabetesfelagið í tíðindaskrivi.

Birita Kristoffursdóttir Samuelsen stillaði heldur ikki upp aftur til nevndina hesaferð.

Á aðalfundi 11. mars varð nýggj nevnd vald, og nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi 3. apríl.

Nevndin skipaði seg við Leu Sofíu Skaalum sum forkvinnu, Grími Kamban Mortensen sum næstformanni, Allani Skaalum sum skrivara, Mouritsi Joensen sum kassameistara og Terja á Lakjuni sum nevndarlimi. Brynhild Thomsen og Bára Joensen eru tiltakslimir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

19 Leygardagur 12. apríl 2025

Stórur áhugi fyri bók um føroyskan uttanríkispolitikk

“The Grand Old Man” í føroyskum uttanríkisarbeiði, Árni Olafsson, varð heiðraður fyri sítt stóra arbeiði

Herálvur Joensen, aðalstjóri í uttanríkisráðnum, handar Árna Olafssyni heiðursgávu við tøkk fyri hansara stóra arbeiði á uttanríkisøkinum til frama fyri Føroyar (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skulu vit døma eftir stóru uppmøtingini, so er áhugin fyri føroyskum uttanríkispolitikki sera stórur. Hølini hjá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum vóru á tremur, tá fyrsta bók av sínum slag varð løgd alment fram í farnu viku.  

Og hóast bókin snýr seg mest um tað farna, so er eisini greitt, at neyvan nakrantíð er uttanríkispolitikkur um okkara leiðir vorðin so aktuellur og týdningarmikil sum júst nú. Og tá tað er greitt, at framtíðin m.a. byggir á tað, sum farið er, so er gott við eini bók, ið gevur okkum vitan um, hvat er farið fram á uttanríkispolitiska økinum seinastu mongu árini.

[object Object]Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, ber fram kvøðu til Árna Olafsson, sum eigur ein týðandi leiklut í nýggju bókini "Heimsins nalvi" (Mynd: Jan Müller)

Og løtan á Setrinum var eisini heilt serlig, tí sjálvur “The Grand Old Man” í føroyskum uttanríkispolitikki varð hjástæddur, tá bókin varð løgd fram.

Árni Olafsson man vera tann føroyski embætismaðurin, sum hevur tikið tey flestu og eisini tyngstu fetini á uttanríkispolitisku leið Føroya. Saman við fleiri øðrum dugnaligum fólkum, bæði politikarum og embætisfólkum, hevur hann verið við til at rudda slóð á nógvum økjum, sum hava gagnað Føroyum og gjørt Føroyar til tað land tað er í dag.  

[object Object]Halgir Winther Poulsen stríddist saman við Árna Olafssyni at fáa Føroyum undirgrundina heim. Og tað stóra arbeiðið gav úrslit. Her er hann saman við kendum politikarum, sum vístu nýggju bókini stóran áhuga (Mynd: Jan Müller)

Tí var tað eisini ein serstakur dámur yvir tiltakið at hoyra henda okkara fræga føroyska uttanríkispolitiska mentor greiða frá sínum arbeiði. Hann eigur eisini sín lut í sjálvari bókini saman við fleiri øðrum rithøvundum.

Hugaligt var eisini at síggja mong kend andlit til tiltakið, eitt teirra Halgir Winther Poulsen, sum í mong ár stríddist saman við Árna at fáa Føroyum ræðið yvir egnum landi. Teir gjørdu m.a. sítt til at fáa táverandi danska forsætisráðharran, Poul Schlüter til at enda at “leggja kongin” í undirgrundarmálinum.

Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum og í mong ár samstarvsfelagi hjá Árna í eitt nú arbeiðinum hjá oljuráðleggingarnevndum, nýtti undir tiltakinum høvið til at bera Árna eina heilsan og tøkk eins og eina heiðursgávu fyri hansara  dýrmæta arbeiði.

[object Object]

Eisini Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum og ein av undangongumonnunum at fáa Føroyum størri sjálvræði, ikki minst á uttanríkispolitiska økinum, hevði røðu í sambandi við bókaútgávuna.

Heimsins nalvi

Bókin ber heitið “Heimsins nalvi” og snýr seg um føroyskan uttanríkispolitikk í eina fjóðringsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.  

Talan er um eitt greinasavn, sum Fróðskapur gevur út. Tað viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd, eru:

Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?

Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?

Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?

- Og hvussu sær framtíðin út? 

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

[object Object]

Árni Olafsson, sum saman við embætismonnum sum Martin Heinesen og Bjørn Kunoy, hevur í sínum arbeiði m.a. lagt dent á at fáa Føroyum rættvís og mannsømilig mørk, og nú stendur "bara" markið í útsuðri eftir at loysa. 

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðger føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

20 Leygardagur 12. apríl 2025

Hátíðarhalda 40 ár við Tórshavnar Kamarkóri

Í dag skipar Tórshavnar Kamarkór fyri konsert í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at kórið í ár hevur 40 ár á baki

Tórshavnar Kamarkór (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag klokkan 16 skipar Tórshavnar Kamarkór fyri stórfingnari konsert í Hoyvíkar  Kirkju, í sambandi við at kórið í ár hevur 40 ár á baki. 

Til høvið hevur kórið samlað nógvar ‘gamlar’ kórsangarar og dirigentar, ið saman fara at  framføra nakrar sangir til konsertina. 

Eisini fer kórið, sum tað er samansett í dag, at frumframføra nýskrivað føroyskt kórverk av Eli Tausen á Lava, bygt á yrking hjá Kalpanu Vijayaverathan. 

Tórshavnar Kamarkór er eitt gott, ambitiøst og væl samansungið kór, sum í løtuni telur 30 sangarar. Kórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal, og hevur síðani havt skiftandi kórleiðarar. Seinastu 15 árini hevur Bernharður Wilkinsson stjórnað kórinum og við honum á odda, hevur kórið sungið nógvan krevjandi tónleik á høgum støði. 

Kórið hevur seinastu 40 árini sungið nógv í kirkjum, mentanarhúsum og til privat tiltøk kring landið, og hevur soleiðis verið við til at menna føroyska tónleikalívið.

Eisini hevur kórið ígjøgnum árini strembað eftir at bíleggja kórverk frá føroyskum tónaskøldum, og á tann hátt roynt at stuðla føroysku mentanarvinnuni. M.a. skrivaði Teitur Lassen nakrar útsetingar til kórið, sum síðani vórðu givnar út á EP í 2022. Hendan útgávan hjá Teiti kallast ‘Sangir til Kamarkórið’. 

Kórið hevur ígjønum árini útgivið tríggjar heildarútgávur:

  • 1996, Blátt (saman við Havnakórinum) 
  • 1997, Várlongsil 
  • 2015, Kvøldtankar 

Kórið hevur øll árini lagt seg eftir, at framføra kórtónleik í útlondunum. Tað hevur verið, við m.a. at luttaka í útlendskum kórfestivalum, kórkappingum og á egnum kórferðum.

Í juli í ár fer kórið at luttaka í kórkapping í suðurfranska býnum Saint Raphael, har verkið hjá Eli eisini fer at verða framført. Kórið kemur at luttaka í tveimum kategorium, har tey í hvørjum bólki skula vit framføra eina skrá á 15 minuttir. Hetta verða tvær ymiskar  konsertskráir og skulu báðar syngjast uttan nótar. Umframt kappingina fara tey at hava teirra egnu konsert á umleið ein tíma. 

Jubileumskonsertin í Hoyvíkar Kirkju kemur at síggja soleiðis út: 

  • Fyrra helvt: Stóra kórið, við núverandi og fyrrverandi kórlimum syngur sangir,  dirigerað av fyrrverandi kórleiðarum og av Bernharði Wilkinson, núverandi  kórleiðara.  
  • Steðgur: Kórið bjóðar jubileumskøku, kaffi
  • Seinna helvt: Tórshavnar Kamarkór, sum tað sær út í dag, framførir nakrar sangir. M.a. nýskrivaða verkið hjá Eli Tausen á Lava og Kalpanu Vijayavarathan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

21 Leygardagur 12. apríl 2025

Framsýning um fuglafleyg á Viðareiði á páskum

Allar páskadagarnar verður ein framsýning um fuglafleyg at síggja á Hotel Norð á Viðareiði. – Hetta er eitt framhald av framsýningini í fjør, sigur Levi Heinesen, sum hevur tikið stig til og sett framsýningina upp

Tað er 23 ára gamli viðingurin Levi Heinesen, ið hevur tikið stig til páskaframsýngina á Hotel Norð, sum vísir stórt sæð alt, sum hevur við fuglafleyg at gera og hvussu arbeitt varð fyrr (Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á páskum í fjør var eisini ein framsýning á Viðareiði um fuglaveiðimentan, sum Levi Heinesen hevði valt at kallað ‟Undir oynni”, og nú tað stundar til páskir, hevur hann ein einaferð gjørt seg kláran við eini nýggjari framsýning, sum við lutum, myndum og teksti sigur frá.

– Hetta er ein páskaframsýning til føroyingin, og lýsir hon á ymsan hátt fuglafleyg. Hóast hetta upp á ein máta er sama framsýning sum í fjør, er einki kortini tað sama. Tað einasta, ið gongur aftur, er sjálvt evnið á framsýningini, sigur Levi, ið hóast sín 23 ára aldur hevur ein brennandi áhuga fyri tí, sum hoyrir fortíðini og søguni til.

– Í fjør snúði framsýningin seg mest um menninar, ið søktu fuglabjørgini, men hesa ferð verður eisini víst, hvat kvinnurnar tókust við. Millum annað royttu tær fuglin fyri ein triðing og gjørdu ymiskt fyri at gagnnýta alt tilfeingið, ið var.

Allar páskadagarnar
Framsýningin í fjør tók støði í bókini ‟Slóðirnar og minnið” eftir viðingin Danial Lydersen, men hesa ferð er íblástur funnin í tveimum øðrum bókum, sum eru ‟Fuglefangsten på Færøerne” eftir Arne Nørrevang og ‟Lundafleyg – ein fleygadagur í Nólsoy” eftir Jens-Kjeld Jensen.

– Tað ber til at siga, at framsýningin hevur flutt seg eitt sindur, samanborið við hana í fjør, tí hesaferð snýr tað seg meira um menniskju heldur enn staðarnøvn og staðbundið tilfar, ið mest var av tá. Tí haldi eg eisini, at henda framsýningin rakar breiðari og kann fortelja øllum nakað, sigur Levi Heinesen.

Framsýningin á Hotel Norð á Viðareiði er opin allar páskadagarnar, frá skírisdegi til annan páskadag. Opið er hvønn dag millum klokkan 16 og 20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

22 Leygardagur 12. apríl 2025

Andrias Blaasvær vunnið altjóða tónleikakapping

Føroyski violinleikarin vann 1. virðisløn í Malta International Composition Competition

(Mynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyski violinleikarin Andrias Blaasvær vann herfyri 1. virðisløn í kappingini Malta International Composition Competition fyri eitt verk fyri solo violin.

Talan er um eitt verk, sum Andrias skrivaði og framførdi fyri norsku Sonju drotning, tá hon vitjaði í Føroyum á sumri 2023.

Kappingin er hildin av Central Academy í Malta og hevur nógvar ymiskar greinar, sum tónleikarar kappast í, eitt nú í violinspæli, sangi, klaveri, kamartónleiki, violinbygging og kompostión. Kappingin endar við einum hátíðarhaldi í september, har virðislønirnar verða handaðar.

Andrias Blaasvær er í løtuni í gongd við at skriva eina klavertrio, sum verður frumframførd til Summartónar 2025. Eisini er hann í gongd við at innspæla sína stóru sonatu fyri solo violin, sum væntast at verða útgivin í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

23 Leygardagur 12. apríl 2025

Nordic Saxophone Festival byrjar í Havnar kirkju leygardagin

Tað er fyrstu ferð, at festivalurin verður hildin í Føroyum. 45 saksofonleikarar luttaka, og konsertir vera frá 12. til 16. apríl - tær flestu í Hátúni

Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2011, og hevur sum endamál at savna saksofonleikarar úr norðurlondum - gestir vera tó eisini úr øðrum londum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 12. til 16. apríl verður Nordic Saxophone Festival hildin í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð, at festivalurin verður hildin í Føroyum. Øll tiltøk eru almenn og við ókeypis atgongd.

Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2011 og hevur sum endamál at savna saksofonleikarar úr norðurlendsku londunum. 

Sermerkt fyri festivalin er fokusið á kamartónleik. Luttakararnir verða settir saman í bólkar, sum í felag arbeiða við tónleiki ígjøgnum vikuna. Úrslitið av arbeiðinum verður framført á ymsu konsertunum í festivalinum.

Í ár verða 45 saksofonleikarar við á festivalinum. Teir koma m.a. úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, umframt úr Argentina, Spania, Italia og Bretlandi.

Í sambandi við festivalin verður samstarv við Aldubáruna, og harafturat eru trý nýggj verk bíløgd frá føroyskum tónaskøldum. Hesi verða frumframførd á festivalinum. Tónaskøldini eru Teitur, Kristian Blak og Atli K. Petersen.

Konsertir og framløgur verða hildnar í Hátúni, Reinsarínum, Norðurlandahúsinum og Havnar Kirkju.

Skráin fyri festivalin

12. apríl
11.30: Stockholm Saxophone Quartet – Havnar Kirkja
19.30: Music from Home – Hátún

13. apríl
13.30: Framløga um Rascher við Kasper Hemmer Pihl – Tinnan
19.30: Aldubáran x Nordic Saxophone Festival – Hátún
21.30: Late Night Concert – Reinsaríið

14. apríl
13.30: Jutlandia Saxophone Quartet – Hátún
19.30: Faroe Unfolded – Hátún

15. apríl
13: Panelkjak – Hátún
19.30: Nordic with a Twist – Hátún

16. apríl
12: Echoes of the North – Norðurlandahúsið
19.30: Grand Finale – Hátún

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

24 Leygardagur 12. apríl 2025

Serframsýning við málningum hjá Bent Restorff

Bent Restorff (1922-1979) var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini saman við fleiri av okkar kendastu listafólkum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár, fríggjadagin, lat upp serframsýning við listamanninum Bent Restorff á Listasavni Føroya.

Bent Restorff, sum livdi frá 1922 til 1979, var virkin listamaður, ið var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini, saman við fleiri av okkara kendastu listafólkum.

Bent Restorff var sjálvlærdur, men hann fekk íblástur frá teimum mongu føroysku listafólkunum, ið komu aftur til Føroya við nýggjum úttrykkum eftir lokna útbúgving á akademinum í Danmark. Hansara ferðir út í heim síggjast eisini aftur í fleiri av verkum hansara. Bent Restorff andaðist bert 58 ára gamal. 

Seinnu árini fann hann sína listaligu rødd við teimum abstraktu og litríku verkunum. Hansara myndir prýða nógvar stovur kring landið, og serliga tær ekspressivu landslagsmyndirnar og  myndevni úr Tórshavn eyðkenna hansara list.

Framsýningin lýsir hansara leitandi listaleið sum sjálvlærdur listamaður í Føroyum. 

Listaframsýningin við málningum hjá Bent Restorff verður at síggja á Listasavninum fram til 19. oktober. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

25 Leygardagur 12. apríl 2025

Listaverk í hópatali við Løkin

NSÍ stuðlar tóku í fjør upp aftur gamla táttin hjá Lions við málningaframsýning á páskum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.

Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyri listaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.

Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meira enn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – til nú.

NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin frá klokkan 14 til 20.

Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, ið fer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14. Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna sær góða list.

Atgongumerkið er samstundis lutaseðil har vinningurin er ein málningur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

26 Leygardagur 12. apríl 2025

40 danskir biografar vísa filmin hjá Sakaris Stórá

“Seinasta paradís á jørð” er nú frumframførdur í Føroyum. Frá 1. mai kann hann síggjast í 40 donskum biografum

Smal H. Hansen hevur høvuðsleiklutin í nýggjasta føroyska spælifilminum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, “Seinasta paradís á jørð”, varð sýndur í Salt týskvøldið og í Havnar Bio frá hóskvøldinum.

Men danir og útisetar kunnu eisini uppliva føroyska filmin á stóra løriftinum. Áhugin í Danmark hevur verið ómetaliga stórur, og ikki færri enn 40 biografar hava sett hann á skrá, við premieru á arbeiðaradegnum 1. mai.

Jón Hammer, frá Kykmyndum, ið hava framleitt filmin, er tikin á bóli av stóra áhuganum:

- Tað er fantastiskt, at móttøkan hevur verið so góð. At 40 danskir biografar hava sett filmin á skrá, er meira enn vit høvdu torað at droymt um. Filmurin er øgiliga føroyskur, alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara. Men hetta vísir, at søgan um stríðið hjá Kára, er universell. Hvussu fótar tú tær í eini tilveru við øllum væntanum og vónum hjá øðrum.

“Seinasta paradís á jørð” lýsir lívið sum verkafólk í eini lítlari bygd, har flakavirkið, sum er einasta arbeiðspláss, er hótt av at verða stongt.

Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Føroyskir útisetar í Danmark kunnu uppliva, filmin í hesum biografum: Grand Teatret, Gloria, Vester Vov Vov og Empire Bio í Keypmannahavn, Øst for Paradis í Aarhus, Biffen í Aalborg, Cafe-Biografen í Odense, Valby Kino, Viften í Rødovre, Kino Ros Torv í Roskilde, Bio Silkeborg, Kino Kultur í Ringsted, Klovborg Kino, Scala í Svendborg, Megascope í Horsens, Allerød Bio, Ringe Bio, Skagen Bio, Gilleleje Bio, Reprisen í Holte, Agger Bio, Slotsbio í Hillerød, Lido Biografen í Vejle, Cinema4 í Skive, Kosmorama í Haderslev, Nicolai Bio í Kolding, Kino Hjallerup, Bio Møn í Stege, Ikast Bio, Humlebio í Humlebæk Atlas Biograferne í Rødovre, Kulturbiografen í Holbæk, Parkteatret í Frederikssund, Helios í Faaborg, Værløse Bio, Vordingborg Bio, Apollon í Struer, Trommen í Hørsholm, Byens Bio í Jelling og Hundested Kino.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

27 Leygardagur 12. apríl 2025

Søren Huus kemur kortini ikki á Voxbotn: Byrta í staðin

Tað liggur ikki fyri hjá Saybia-sangaranum at koma til Føroya í summar

(Savnsmynd: Olaf Olsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Voxbotn í summar verður uttan Søren Huus.

Tað varð annars kunngjørt longu í november í fjør, at Søren Huus, sum gjørdist kendur við bólkinum Saybia, skuldi framføra á Voxbotn í summar.

Men nú er greitt, at hann kortini ikki kemur, tí tað vísir, seg at dóttir hansara verður studentur í døgunum tá Voxbotn verður 28. juni, og tí verður konsertin av ongum í ár. Sambært fyriskiparunum verður hon næsta summar heldur.

Fyri Søren Huus hava fyriskipararnir fingið eitt stórt føroyskt navn. Byrta fer nevniliga at framføra á ársins Voxbotn.

Byrta hevði í februarmánað tvær útseldar konsertir í OY eftir at hava verið kvirr í rúma tíð.

Umframt Byrta fara eisini Suspekt, The Minds of 99, Goodboys, RSP, Týr, og Ester Kristiansen at framføra.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

28 Leygardagur 12. apríl 2025

Jarhzé og Ókendir víðari í Sement

Leygarkvøldið var fyrsta umfarið av Sement 2025, har tveir teir fyrstu finalistarnir vórðu funnir

Ókendir á Sement í fjør (Savnsmynd: Gwenäel H. Carré)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið varð fyrsta umfar av ársins Sement-tónleikakapping á skránni, har fyrstu finalistarnir vórðu funnir.

Átta bólkar fóru á pallin á Reinsarínum í Havn. Teir vóru AWL, Gjáir, Karla Hansen, Ókendir, Solstice, Doysin, Jarhzé og Novacaine, og dómsnevndin avgjørdi at senda Jarhzé og Ókendir víðari.

Um Jarhzé segði dómsnevndin m.a. "góða útstráling, góðan stíl, góð og fangandi løg, gott sjálvsálit," og sóu dómararnir risa menningarmøguleikar í honum.

Um Ókendir segði dómsnevndin m.a., at bólkurin hevði eina sterka framførslu, sum fangaði áskoðarafjøldina og fangandi løg. Bólkurin luttók eisini á Sement í fjør, og sóu dómararnir eisini eina stóra framgongd í mun til seinast.

Næsta umfar av Sement verður í kvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2025

29 Leygardagur 12. apríl 2025

2. umfar av Sement verður í kvøld

Átta nøvn trína á pallin - byrjað verður klokkan 20

Gówa vann Sement 2024 (Mynd: Gwenael Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsta umfar av Sement var á skránni síðsta vikuskifti, og í kvøld verður Reinsaríið aftur fylt við nýggjum tónleiki, livandi framførslum og pulserandi stemningi

- Hetta er løtan, har vit uppliva roynd og óroynd, har felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin, skriva fyriskipararnir.

Annað umfar av Sement verður skotið í gongd í kvøld klokkan 20. Tað eru átta nøvn, sum syrgja fyri tónleikinum; Magnus King, Bolstad, Ronja, Rúna Vang Kjærbo, Nafro, Julian Slick, SPÓK og Sigmunda.

Sement er ofta ein smakkiroynd av, hvat framtíðin í føroyskum tónleiki hevur at bjóða.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

30 Leygardagur 12. apríl 2025

Herovasti á Pituffik-herstøðini koyrdur frá

Orsøkin er vantandi álit á hennara leiðsluevnir, sigur amerikanski herurin

Pituffik Space Base(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Susannah Meyers, herovasti á amerikonsku herstøðini Pituffik Space Base í Norðurgrønlandi, er koyrd úr starvi, upplýsir amerikanski herurin.

Orsøkin er vantandi álit á hennara leiðsluevnir.

Amerikanski herurin skrivar, at tað væntast av einum herovasta, at viðkomandi lýuur hægstu treytirnar fyri atburð, serliga tá tað snýr seg um at vera óheftur í sambandi við røkt av teirra uppgávum.

Í mars vitjaði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, herstøðina. Tá fanst hann at Danmark, sum sambært honum ikki hevði gjørt eitt gott arbeiði við at gera íløgur í grønlendska fólkið og trygdina hjá Grønlandi.

Í telduposti til herfólkini á Pituffik-støðini tók Meyers frástøðu frá útsøgnini hjá Vance:

– Eg vil ikki siga, at eg skilji dagsins politikk, men tað, sum eg veit er, at stúranirnar hjá amerikonsku umsitingini, sum J.D. Vance varaforseti umrøddi fríggjadagin, ikki endurspeglar Pituffik Space Base, skrivaði hon m.a.

Sean Parnell, talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum skrivar á X, at gerðir, sum spilla dagsskránna hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump ikki verða góðtiknar hjá verjumálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

31 Leygardagur 12. apríl 2025

Le Pen: Eg gevist ikki

Marine Le Pen, sum hevur fingið forboð móti at røkja almen embæti komandi fimm árini, sigur, at hon ætlar at stríðast á friðarligan og demokratiskan hátt

Marine Le Pen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Eg gevist ikki.

Soleiðis sigur franski høgrapolitikkarin, Marine Le Pen, sum herfyri varð funnin sek í misnýtslu av ES-fígging, og nú hevur fingið forboð móti at røkja almenn embæti í fimm ár.

- Hetta er ein politisk avgerð og ein heksajagstran móti flokki hennara, Rassemblement National, sigur hon.

Les eisini: Dómstólur: Marine Le Pen sleppur ikki at stilla upp komandi fimm árini

Tað at Marine Le Pen ikki kann stilla upp til almenn embæti komandi fimm árini merkir, at hon ikki kann stilla upp á komandi forsetavalinum í 2027, uttan so at hon fær viðhald í kærumálinum, og fær dómin ógildaðan áðrenn valið.

Hon hevur tríggjar ferðir áður stillað upp til franska forsetavalið, og hon hevur áður boðað frá, at næsta valið skuldi vera hennara síðsta.

Mett varð, at hon hevði betri møguleikar á komandi valinum enn nakrantíð, m.a. tí at flokkur hennara, Rassemblement National gjørdist størsti flokkur í franska tjóðartinginum á seinasta vali í 2024, og tí at sitandi forsetin, Emmanuel Macron, ikki kann stilla uppaftur.

Le Pen sigur, at hon ætlar at stríðast á friðarligan og demokratiskan hátt.

– Okkara stríð verður eitt friðarligt stríð, eitt demokratiskt stríð. Vit vilja fylgja Martin Luther King (afroamerikanskur borgararættindastríðsmaður, red.), sum vardi borgararættindi, sum eitt dømi, sigur Le Pen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

32 Leygardagur 12. apríl 2025

Lesandi á DTU kanna rúmdarvinnu í Føroyum

- Føroyar helst væl egnaðar til útskjóting av fylgisveinum við millumstórum rakettum heldur føroyskur granskari á DTU Space

Tey 9 lesandi á DTU Space hava vitjað fleiri av oyggjunum í Føroyum til tess at vita, hvørji pláss eru best egnað til rúmdarvinnu
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nógvar eru forkunnugu vitjaninar til Føroya ár um ár, men ein teirra er nakað heilt fyri seg. Talan er um níggju tøknilesandi á DTU Space, Danmarks Tekniske Universitet, sum í hesum døgum vitja í fleiri av oyggjunum.

Endamálið við vitjanini er einki minni enn at kanna, hvørji øki í Føroyum kunnu hugsast at egna seg til at senda upp meðalstórar rakettir við fylgisveinum. DTU verður mett sum eitt av teimum bestu og fremstu teknisku universitetunum í Evropa, og tí er helvtin av teimum lesandi úr øðrum londum í Evropa. 

Í Evropa er stórur tørvur á at kunna senda út í rúmdina rakettir við fylgisveinum, nú hetta í dag er avmarkað til fá støð í heiminum. Í fleiri ár og serstakliga nú, rópar evropeiski rúmdarfelagsskapurin ESA varskó. Evropa er við at gerast eftirbátur. Stórur tørvur er á útskjótingarpallum í egnaðum plássum í Evropa til teir mongu fylgisveinarnar, ið skulu sendast upp komandi nógvu árini.

ESA hevur tí júst gjørt greitt, at Evropa fer at hava tørv á at senda nógv fleiri fylgirsveinar út í ringrás um jørðina komandi árini bæði til privat handilslig endamál og til samskiftis- og trygdarendamál. Eitt stig á leiðini eru støðirnar, sum nú verða royndar í Hetlandi og Norðurnoregi, men ESA ynskir at fara longuri soleiðis,at stig verða tikin til at kunna skjóta út uppaftur størri rakettir, sum kunnu flyta millumstórar fylgisveinar. Og hetta er nakað, sum tey lesandi á DTU Space vilja taka upp í undirvísingini og granskingini. Og her hava tey so valt Føroyar sum møguligan pall fyri útskjótingum av rakettum við fylgisveinum. 

[object Object]

Ein av undirvísarum teirra er David Arge Klevang úr Havn, sum arbeiðir á DTU Space sum lektari og er hansara fakøki menning av rúmdartøkni. Sjálvur er hann eisini partur av arbeiðinum hjá NASA á gongustjørnini Mars. Hann vitjaði í Føroyum herfyri saman við danska astronautinum Anders Mogensen og helt fyrilestur á Føroya Tele m.a. um møguleikarnar hjá Føroyum at gerast partur av framtíðar rúmdarvinnuni. 

Hann sigur við orkan.fo, at rúmdarvinnan fær alsamt størri  týdning kring allan heimin og heldur, at føroyingar kunnu og eiga at vera partur av hesi gongdini.

- Føroyar eru helst sera væl egnaðar sum útskjótingarpallur til rakettir við meðalstórum fylgisveinum. Tí hava vit eisini á DTU sum part av undirvísingini og útbúgvingini innan rúmdarrtøkni tikið Føroyar við í okkara arbeiði. Fleiri av okkara frægastu næmingum hava tí eisini valt at gera eina kanning í Føroyum, har ljós verður varpað á tann tekniska møguleikan at seta upp útskjótingarpallar í Føroyum.

Føroyar liggja eins og bæði Unst í Hetlandi og Andøya í Noregi væl fyri bæði geografiskt og geologiskt, og uppgávan hjá DTU næmingunum, sum vitja í Føroyum í hesum døgum,, er at vitja fleiri av oyggjunum serstakliga norðaliga fyri at kanna, hvørjar kunnu egna seg til rúmdarvinnu. Til tess at gera eina slíka verkætlan til veruleiki, sigur David Arge Klevang, krevst eitt vælegnað útskjótingarstað, ein djúphavn og so ein vælútbygdur infrastrukturur og ein ídnaður til at taka sær av tyngri uppgávum - alt nakað, sum Føroyar longu hava ella kunnu fara undir  leggur rúmdargranskarin aftrat. 

[object Object]

Tað er í sambandi við eitt fak, sum David stendur fyri á DTU, ”Space Systems Engineering”, at ein bólkur við 19 lesandi er farin undir at gera eitt “Feasibility studie” av einum útskjótingartað í Føroyum. Ætlanin er so, at teirra arbeiði verður til eina drúgva frágreiðing, sum kann gerast eitt gott tekniskt input, íkast til bæði ídnað og myndugleikar í Føroyum við møguleikum innan rúmdarøkið. 

David Arge Klevang heldur fyri, at vísir kanningararbeiðið, at slík verkætlan kann fremjast í Føroyum, so má hetta vera nakað, sum føroyingar burturav standa fyri.

- Eisini føroyingar eiga at vita, at rúmdarídnaðurin í løtuni er í besta blóma, og kunnu Føroyar bjóða seg fram eisini, kann hetta gerast áhugavert fyri Evropa, fyri Nato og fyri ríkisfelagsskapin. Tað ræður um at síggja møguleikarnar og troyta teir. Men hetta má gerast í besta forstáilsi við fólkið her býr og við atliti til bæði náttúru og umhvørvi, leggur David aftrat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2025

33 Leygardagur 12. apríl 2025

Noreg mennir gassframleiðslu í Barentshavi

Fer at styrkja landið til ein langtíðar orkuveitara til umheimin

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Noreg hevur tikið eitt týðandi stig til at gerast ein av heimsins stóru og tryggu veitarum av gassi til altjóða marknaðin. Hetta hendi í farnu vikun, tá framleiðsluskipið Johan Castberg fór undir sína fyrstu framleiðslu. Gassleiðin fer at framleiða komandi 30 árini, og styrkja leiklutin hjá Noregi sum ein álítandi og langsiktaður orkuveitari.

Johan Castberg leiðin fer at framleiða 220.000 tunnur av olju/gassi um dagin. Goymslan er mett til 650 milliónir tunnur. Tað hevur kostað 86 milliardir krónur at útbyggja leiðina.

[object Object]


Útbyggingin fer at seta ringar í sjógvin bæði á landi í Noregi og eisini í Barentshavinum, har fleiri aðrar keldur standa fyri møguligari framleiðslu komandi árini.

70 prosent av øllum vørum og tænastum til útbyggingina koma úr Norra, og tá framleiðslan koyrir við fullari ferð fer norski heimamarknaðurin at standa fyri 95 prosentum av veitingunum.

Johan Castberg fevnir um fleiri keldur, Skrugard, Havis og Drivis, sum eru funnar síðani 2011. Leiðin liggur 100 kilometrar noðran fyri Snøhvit leiðina í Barentshavinum og 150 kilometrar frá Goliat og 240 kilometrar frá Melkøya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

34 Leygardagur 12. apríl 2025

- Tók tilvitað upp undir røranar

Útfrá upptøkunum halda tey í aga- og etisku nevndini, at brotið hjá Árna Frederiksberg var greitt. Leikbann á tríggjar dystir varð mett sum mest hóskandi útfrá vegleiðingini

Nýtsla av videoupptøkunum fyri at geva leikbann er nýggj í føroyskum fótbólti - aganevndin metti ikki, at tað var nakar ivi um, hvat gjørt varð í støðuni (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin varð kæruúrskurðurin, sum mong hava bíðað eftir, endaliga almennur. Aga-& etiskanevnd Fótbóltssambandsins undirkrivaði fríggjadagin endaligu niðurstøðuna eftir kæruna hjá EB/Streymi frá 31. mars.

Sí eisini: Árni Frederiksberg fær leikbann í tríggjar dystir

EB/Streymur metti hendingina í Klaksvík, har Meinhard Geyti fekk reytt kort, og Árni Frederiksberg einki fekk, vera "bæði óetiska og skaðiliga fyri leikaramentannina og “fairness” í kappingini". Hetta stendur tíðliga í úrskurðinum. 

[object Object]

Undir "Fakta í málinum" stendur millum annað so: 

- Dómarin staðfestir, at Árni møguliga hevur gjørt ella sagt okkurt við
Meinhard fyri at erta hann, men dómarin sær ikki hetta.

- Aga- og etiskanevndin hevur fingið útvegað og hugt eftir sjónvarpsupptøkum frá Televarpinum, ið vísa ítøkiligu hendingina.

- Sjónvarpsupptøkurnar vísa greitt, at Árni, meðan bólturin ikki er í spæli, tilvitað tekur upp undir rørarnar hjá Meinhard Geyti beint aftaná, at dómarin hevur bríkslað fyri frísparki í sambandi við, at nakrir spælarar hjá KÍ og EB/Streymi hava stríðst um bóltin úti við eina hornaflaggið móti dystarenda.

Útfrá hesi greiðu niðurstøðuni gav nevndin leikbann. Staðfest verður, at vegleiðingin um leikbann hevur ikki nakra áseting, ið fevnir ítøkiliga um tøku upp undir rørarnar
hjá mótstøðuleikara. Hildið varð, at tilburðurin í størsta mun kundi sammetast við, at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spæli. Hetta kemur undir tað sum gevur leikbann í tríggjar dystir.

Vegleiðingin um leikbann hjá FSF sæst annars HER

Til ber at lesa allan úrskurðin í málinum HER.

Sambært grein 10 í aga- og etisku reglugerðini, um longd av leikbanni, kann henda avgerð ikki kærast til Yvirkærunevndina. Harvið skal Árni Frederiksberg sita uttanfyri til tríggjar lykladsytir hjá KÍ.

Í dag, 12. apríl: Víkingur
Skírisdag, 17. apríl: HB
2. páskadag, 21. apríl: B36

Allir hesir dystirnir verða spældir í Klaksvík

Dysturin 2. páskadag er steypadystur, men tað er ein møguleiki fyri, at KÍ tapir dystin móti HB í 1. umfari á skriviborðinum. HB hevur, sambært bolt.fo, kært KÍ fyri at hava nýtt Ahmed Latif sum ólógligan spælara, tí hann eisini byrjaði inni í einum 1. deildardysti leygardag, sum steypadysturin varð spældur mánakvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

35 Leygardagur 12. apríl 2025

KÍ sendi steypavinnaran út í yvirtíðini - Víkingur varpaði NSÍ út

Páll Klettskarð avgjørdi fyri undirmannaða KÍ, sum var væl betri í Gundadali. Í Sarpugerði fekk Víkingur gongd á málskjótingina og sín fyrsta sigur í ár. Pætur Petersen var stóri maðurin hjá B36 í Sørvági

Tað merkti nakað fyri Jákup Biskopstø Andreasen og hinar KÍ'arnir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin vóru fýra dystir í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið spældir. Í Havn var spennandi uppgerð millum verandi steypavinnarnar úr HB og KÍ.

KÍ, sum ikki hevur klárað seg serliga væl í steypakappingini seinastu árini, kom á odda tíðliga í dystinum. Men KÍ kom í undirtal tá hálvur tími var eftir av dystinum, tá Ahmed Latif fekk reytt kort.

HB megnaði eisini at javna - tó var talan um eitt tilvildarligt mál - og KÍ var annars eisini meira vandamikið, tá spælt varð tíggju móti ellivu.

Útiliðið fór eisini eftir sigrinum móti endanum, meðan HB skinklaði, og eftir at fyrst fyrri málskjúttin Patrik Johannesen og síðani innskifti Dávid Biskopstø Andreasen vóru nær við, legði Dávid væl útfrá til Páll Andrasson Klettskarð, sum var á rætta staðnum og avgjørdi klassikaran.

Hetta var í yvirtíðini. Harvið endaði tað 2-1, og steypavinnararnir tvey tey seinastu árini eru úti. HB-spælið var ikki nóg gott á kvøldinum, og nú skal liðið hjá Adolfo Sormani hugsavna seg um landskappingina.

[object Object]Patrick Johannesen skoraði fyrra málið hjá KÍ - hansara fyrsta síðani afturvendanina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Beint eftir 2-1 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Sì fleiri myndir frá dystinum í Gundadali her

Víkingur vann sín fyrsta kappingardyst í 2025, og NSÍ tapti sín fyrsta dyst. Aron Knudsen legði annars gestirnar á odda næstan beinanvegin, tá hann smekkaði bóltin væl í netið. Tað var tó eitt annað flog og ein annar effektivitetur yvir víkingunum enn í undanfarnu dystunum. Teir skoraðu oftari enn í hinum fimm kappingardystunum samanlagt: Poul Kallsberg, Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen stóðu fyri málinum.

Teir ljósabláu vístu tenn, og at NSÍ væl kann knógvast. Um miðjan fyrra hálvleik var longu 2-1 eftir "trunkamálið" hjá Poul og góða skotið hjá Stefani, og tá átta minuttir vóru eftir, stutt eftir NSÍ hevði rakt stongina, staðfesti innskifti Jørgen Nielsen sigurin. Hetta var eitt kontramál við flottum samanspælið við Sølva Vatnhamar.

Víkingur var omaná og kann sigurin vera eitt tekin um betri tíðir í Betrideildini eisini. NSÍ hevur nú bara landskappingina at hugsavna seg um.

Pætur í Hopla

Í Sørvági var Pætur Petersen í hopla. Hann gjørdi hattrik - tey fyrstu trý málini hjá skálvíkinginum eftir sína afturvendan til B36. Bæði málini í 1. hálvleiki vóru eftir fríspark. Talan varð um ein tryggjan sigur til favorittarnar: Tann samanlagt triðja á rað til liðið hjá Jákup Martini Joensen.

Málskjúttin hjá 07 Vestur var heldur sermerktur: Edvin Jakobsen hevur ikki spælt í Betrideildini ella í kappingini um Løgmanssteypið í fimm ár: Skálamaðurin fekk ein ógvuliga álvarsaman knæskaða í 2019 og hevur síðani bert spælt eitt sindur á næstbesta liðnum hjá 07 Vestur.

[object Object]
Pætur Petersen, her sum KÍ-spælari, móti B36. Nú gjørdi hann bart í steypadysti fyri B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

TB tapti 8-0 á Skála

Fyrr á degnum vórðu tveir dystir spældir. Á Skála vann niðurflytarin Skála ÍF ikki minni enn 8-0 á uppflytaranum TB.

Hitt suðuroyarliðið vitjaði á Argjum, og eisini her var tað liðið úr 1. deild, sum vann á einum suðuroyarliði. AB vann 1-0.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.
Mánadagin 7. apríl

Skála - TB 8-0 (4-0)
10' 1-0 Kristian Martin Jacobsen (Simon Jørgensen)
17' 2-0 Martin Johansen (Dávid Johansen)
29' 3-0 Simon Jørgensen (Teitur Poulsen)
33' 4-0 Martin Johansen (Dávid Johansen)
50' 5-0 Simon Jørgensen (Dávid Johansen)
55' 6-0 Martin Johansen (Kristian Martin Jacobsen) 
78' 7-0 Rói Olsen
84' 8-0 Martin Johansen (Simon Jørgensen)

Reytt kort: Ragnar Petersen (TB 57') 

AB - FC Suðuroy 1-0 (1-0)
40' 1-0 Bartal Skaalum Petersen, brotsspark

Reytt kort: Bartal Skaalum Petersen (57')

Víkingur - NSÍ 3-1 
03' 0-1 Aron Knudsen (Steffan Løkin)
15' 1-1 Poul Kallsberg 
23' 2-1 Stefan Radosavljevic (Sølvi Vatnhamar) 
83' 3-1 Jørgen Nielsen (Sølvi Vatnhamar) 

HB -KÍ 1-2 (0-1)
14' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 0-1
81' Sammy Skytte 1-1
90 (+2)' Páll Andrasson Klettskarð (Dávid Biskopstø Andreasen) 1-2

Reytt kort: Issah Ahmed Latif (KÍ - 55')

07 Vestur - B36 1-3
30' Pætur Petersen 0-1
35' Pætur Petersen 0-2
57' Pætur Petersen (Hannes Agnarsson) 0-3
67' Edvin Jakobsen (Janus Svabo Samuelsen) 1-3

B68 og B71 víðari

Tvær tær seinastu áttandapartsfinalurnar vórðu spældar mikukvøldið.

B68 vann greitt á ÍF. Jóhan Josephsen var í hopla: Leigusveinurin úr KÍ gjørdi hattrikk. Emmanuel Kulego skoraði hitt málið - hetta var fyrsta málið hjá svianum í felagnum.

B71 varð tað triðja 1. deildarfelagið, sum kom víðari í kappingini. Hetta var ikki óvæntað, men 2. deildarliðið FC Hoyvík helt dystinum á lívi. Jónatan Kjærbo legði B71 á odda fimm minuttir fyri steðgin. Tað var í 90. minutti, at Eduardo Coimbra økti - í yvirtíðini minkaði FC Hoyvík við brotssparki.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.
Mikudagin 9. apríl

B68 - ÍF 4-0 (1-0)
04' 1-0 Jóhan Josephsen
51' 2-0 Jóhan Josephsen
79' 3-0 Emanuel Kulego
84' 4-0 Jóhan Josephsen

FC Hoyvík - B71 1-2 (0-1)
41' 0-1 Jónatan Kjørbo
90' 0-2 Eduardo Coimbra
90+4' 1-2 Rói Jacobsen

Fjórðingsfinalur 2. páskadag

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 2. páskadag, mánadagin 21. apríl.

Tær verða spældar soleiðis:

Víkingur - Skála ÍF
KÍ - B36
B71 - B68
EB/Streymur - AB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

36 Leygardagur 12. apríl 2025

Páll Klettskarð: - Vit sóu møguleikan og hatta var ótrúliga stuttligt

Dávid kemur inn við nógvari orku, og vit fóru eftir tí, sigur 2-1 málskjúttin hjá KÍ í Gundadali mánakvøldið. - Vit vísa styrki og nógva orku í kvøld og fara sjálvandi eftir at koma í steypafinaluna

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ sá út til at hava tamarhald á í Gundadali størsta partin av dystinum mánakvøldið, men eitt reytt kort til Ahmed Latif og eitt tilvildarligt HB-mál gjørdu, at tað var 1-1, tá 90 minttir vóru spældir.

Tað var tó útiliðið, sum í yvirtíðini avgjørdi dystin og syrgdi fyri at man ikki kom í longda leiktíð. Páll Andrasson Klettskarð sendi steypavinnarnir út eftir upplegg frá innskifta Dávid Biskopstø Andreasen.

Eftir dystin rósti ein fegin málskjútti júst unga liðfelaganum, og eisini innskifta René Shaki Joensen fyri at koma við nógvari orku.

- Vit eru væl skipaðair í undirtali og vóna so at fáa umstillingar og deyðbóltar fyri at hótta HB. Hetta eydnast eisini.

Páll staðfestir, at KÍ veruliga vildi eftir at avgerða dystin, og at "úttrykkið" á degnum var gott. Svongdin at standa seg væl í steypakappingina er avgjørt har í felagnum, sigur nummar níggju við Portalin.

Hoyr samrøðuna við Páll Klettskarð her

Liðformaðurin hjá HB, Bartal Wardum, var ógvuliga vónbrotin eftir dystin.

- Í 1. hálvleiki riggar so at siga einki hjá okkum(...) móti endanum blaka vit tað burtur, staðfestir Bartal.

Miðverjin sigur, at tildømis kundi hann sjálvur havt ruddað bóltin í síðstu støðuni.

Sí samrøðuna við Bartal Wardum her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

37 Leygardagur 12. apríl 2025

Føroyar vunnu púra greitt á Gibraltar

Tað var eingin ivi á Tórsvølli týskvøldið, har heimaliðið fekk nøkur vøkur mál: Eyðvør Klakstein, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Ásla Johannesen skoraðu í 5-0 sigrinum, og Føroyar hava níggju stig fyri fýra dystir

Eyðvør Klakstein setti gongd á málveitsluna á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heidi Sevdal rakti stongina í 1. minutti, og hetta var eitt tekin um, hvat fyri dystur tað fór at verða á Tórsvølli. Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti var fullkomiliga omaná á øllum økjum, og tað var bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Í 20, minutti fór Jensa Tórolvsdóttir til stroks í vinstru, sneiddi tveir spælarar hjá Gibraltar av, og sendi bóltin longur inn í brotsteigin. Hann endaði hjá Eyðvør Klakstein, sum kaldliga setti bóltin í netið til 1-0.

Sjey minuttir seinni skoraði Jensa sjálv. Hetta var eitt hart og gott skot av brotsteigarmarkinum, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt, og at Ásla Johannesen hegnisliga hevði funnið lívliga Víkinga-spælaran.

[object Object]
Ásla Johannesen spældi heilt væl. Liðskiparin skoraði tvey mál og legði upp til eitt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Petra Hoydal kom inn í álopið (Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndirnar allar frá Tórsvølli

Føroyar høvdu støðurnar til at skora fleiri mál fyri steðgin, meðan Gibraltar ikki slapp til nakrar møguleikar.  Soleiðis var eisini í 2. hálvleiki, har føroyska liðið staðfesti stóra munin.

Í 58. minutti økti Heidi Sevdal til 3-0 við fluktara - og hennara 31. landsliðsmáli. 

Ungir spælarar sum Jancy Mohr, Fridrikka Clementsen, Petra Hoydal og Rakul Sørensen fingu góðar minuttir í 2. hálvleiki, og til tíðir var føroyska spælið heilt flott.

Ímóti endanum fekk Ásla Johannesen tvey uppiborin mál: Landsliðsliðskiparin hevur slóðað fyri við sínari yrkisleið, og spældi aftur ein heilt góðan dyst. Málið til 4-0 var frálíkt, har Ásla høgdi bóltin upp í longra málhornið.

5-0, triði sigurin av fýra møguligum í Nations League-kappingini og fimti kappingarsigurin í seks teimum seinastu slíku dystunum hjá Føroyum. Kvinnurnar hava tveir dystir eftir í kappingini - teir verða spældir í juni: Slovakia (heima) og Moldova (úti).

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

UEFA Nations League Deild C, bólkur 1
4. av seks umførum - týsdagin 8. apríl á Tórsvølli
Føroyar - Gibraltar 5-0 (2-0)
20' 1-0 Eyðvør Klakstein (Jensa Tórolvsdóttir)
27' 2-0 Jensa Tórolvsdóttir (Ásla Johannesen)
58' 3-0 Heidi Sevdal
88' 4-0 Ásla Johannesen
90+3' 5-0 Ásla Johannesen 5-0 (Petra Hoydal)

Føroyar (4-2-3-1): Óluva Allansdóttir Joensen - Julia Naomi Mortensen (46' Jancy Mohr), Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein (82' Rúna Jacobsen) - Sara Samson Lamhauge (46' Fridrikka Maria Clementsen), Ásla Johannenen (L), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (63' Rakul Sørensen) - Heidi Sevdal (63' Petra Hoydal)

Moldova - Slovakia 2-0 (1-0)
04' 0-1 Karolina Bayerová
86' 0-2 Nikola Rybanská

Støðan: 
1. Slovakia 12 stig
2. Føroyar 9 stig
3. Moldova 3 stig
4. Gibraltar 0 stig

Komandi dystir:

30. mai: Moldova - Føroyar
30. mai: Slovakia - Gibraltar

03. juni: Føroyar - Slovakia
03. juni: Gibraltar - Moldova

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

38 Leygardagur 12. apríl 2025

- At skora á Tórsvølli er heilt fantastiskt

Í upphitingini sótu skotini ikki so væl, so tað var doyligt, sigur ein fegin Jensa Tórolvsdóttir. Hon var ein av málskjúttunum í 5-0 sigrinum: - Vit eru nógv betri enn Gibraltar, og tað vísa vit

(Mynd: Serri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon var eyðsýnd í vinstru síðu og við í báðum føroysku málunum fyri steðgin: Tað fyrsta var eitt "óskrásett upplegg" eftir góðan driblitúr, og 2-0 málið var eitt frálíkt skot frá henni sjálvari, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt.

- Í upphitingini sótu tey ikki so væl, so tað var doyligt at síggja hatta skotið farið inn, segði Jensa Kannubert Tórolvsdóttir smílandi við Portalin eftir 5-0 sigurin á Gibraltar.

Talan var um sætta A-landsliðmálið hjá 23-ára gamla miðvallaranum úr Víkingi. Gøtukvinnan staðfestir, at føroyska liðið vísti góða hugsavnan í dag og var væl betri enn Gibraltar.

Eisini staðfestir Jensa, at føroyska liðið er í menning, og at røtt fet eru tikin seinastu tíðina. 

Sí samrøðuna ovast


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

39 Leygardagur 12. apríl 2025

Størsti føroyski sigurin í tíggju ár

6. apríl 2015 var Heidi Sevdal eisini ein av føroysku málskjúttunum í 8-0 sigri á Andorra. Sigurin á Gibraltar í vikuni var tann triði á rað hjá føroysku kvinnunum og tann sjeyndi síðani 31. mai í fjør

Føroysku kvinnurnar høvdu nógv at fegnast um týskvøldið. Her hevur Eyðvør Klakstein, sum eisini var við móti Andorra í 2015, lagt Føroyar á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska kvinnulandsliðið hevur vant seg við sigurskensluna. Gibraltar fekk ikki eitt bein til jørðina á Tórsvølli týskvøldið, og var hetta triði sigurin á rað hjá Føroyum.

Fyrsti dysturin í hesari Nations League-kappingini endaði við 3-0 tapi í Slovakia, men síðani hava Føroyar vunnið tvær ferðir á Gibraltar og einaferð á Moldova - samanlagt er málúrttøkan í hesum dystunum 8-0.

[object Object]
Ógvuliga vælspælandi liðskiparin Ásla Johanensen stóð fyri teimum báðum seinastu føroysku málunum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør eydnaðist eisini at vinna tvær ferðir á Andorra og einaferð á Montenegro í EM-undankappingini. Harvið høvdu Føroyar vunnið fýra av sínum seinastu fimm kappingardystum undan dystinum týskvøldið - nú er tað fimm av seinastu seks. Í Baltic Cup í oktober taptu Føroyar móti Lettlandi, men vunnu á Litava, og harvið eru sjey sigrar komnir til høldar seinastu stóru tíggju mánaðirnar.

Lond sum Andorra og Gibraltar eru styrkismett nakað undir Føroyum, men tað snýr seg um at gera sítt og um allatíðina at flyta seg.

- Vit eru nógv betri enn Gibraltar, og tað vísa vit eisini í dag (...) vit hava ment okkum nógv, staðfesti Jensa Tórólvsdóttir í samrøðu við Portalin eftir dystin.

Tann størsti í tíggju ár

Vit skulu aftur til 6. apríl 2015 fyri at finna ein størri føroyskan A-landsliðssigur. Fyri beint yvir tíggju árum síðani stríddust føroysku kvinnurnar fyri at koma víðari úr EM-undanumfari á Malta. Georgia vann bólkin og kom víðari til høvuðsundankappingini, men Føroyar gjørdu so sítt, hvat málúrttøku viðvíkur móti lægst styrkismetta liðnum.

Rannvá Biskopstø Andreasen gjørdi heili fýra mál, Heidi Sevdal skoraði tvey og Fríðrún Olsen og Lív Poulsen (tá Arge) skoraðu hvør sítt mál í 8-0 sigrinum á Andorra. 

Hetta er søguligur sigur hjá Føroyum, í mun til stødd. Heidi Sevdal og Eyðvør Klakstein spældu tann dystin á Malta og eisini týskvøldið móti Gibraltar. Durita Hummeland, ið spældi fullan dyst í miðverjuni í gjárkvøldið, sat á bonkinum í 8-0 dystinum í 2015.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

40 Leygardagur 12. apríl 2025

U19: Vendu tí og vunnu bólkin

Føroyar U19 kvinnulandsliðið í fótbólti vvar aftanfyri 2-0 móti Estlandi, men koyrdi á, og mál frá Brá Zakarisardóttir og Helgu Mikkelsen - ta seinna í yvirtíðini - tryggjaðu Føroyum uppflyting til A-undankappingina

Ungu føroysku kvinnurnar skaffaðu føroyskum fótbólti flott úrslit í Moldova og ein umráðandi menningarmøguleiki er fingin til høldar. Spælast skal um EM-pláss seinni í ár (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað sá tungt út, tá Anzelika Jotkina skoraði fyri aðru ferð fyri Estland eftir 25 minuttir.

Føroyska U19-kvinnuliðið í fótbólti skuldi hava minst ein javnleik í triðja og seinasta umfari fyri at tryggja 1. plássið hjá í EM-undankappingarbólkinum. So tað var bara at bretta upp um armar, og tað gjørdu ungu føroysku kvinnurnar eisini í Moldova.

Føroyar lupu á, og í 65. minutti skoraði toppskjúttin í bólkinum, Brá Zakarisardóttir. Tølini hjá UEFA vísa eisini, at Føroyar vóru væl omaná sum dysturin leið. Hetta serliga viðvíkjandi skotum og hornaspørkum.

1-2 málið hjá hoyvíkskvinnuni gav Føroyum meira áræði. Men hóast støður og møguleikar, var tað ikki komið, tá urið vísti 90 minuttir. Í fyrsta minutti í tíðini, sum dómarin legði afturat, bragdaði tað tó. Tað var NSÍ-spælarin Helga Mikkelsen, sum beindi bóltin í estiska málið til stóran fagnað í føroysku leguni.

[object Object]Innskifta Helga Mikkelsen saman við Brá Zakarisardóttir. Málini hjá teimum báðum í dag vóru ógvuliga týðandi (Mynd: FSF)

2-2 úrslitið merkir, at Føroyar og Estland bæði endaðu á sjey stigum fyri tríggjar dystir, men Føroyar høvdu betri málúrttøku - takkað verið 7-0 sigrinum á vertunum í fyrsta umfari.

Hetta gjørdi munin, og sum vinnari av hesum B-undankappingarbólkinum skal føroyska U19-landsliðið seinni í ár spæla um EM-pláss móti sterkari tjóðum. Harvið eitt umráðandi stig fyri føroyskan fótbólt í Moldova.

U19 EM-undankapping
Týsdagin 1. apríl
Føroyar - Estland 2-2 (0-2)
12' 0-1 Anzelika Jotkina
26' 0-2 Anzelika Jotkina 
65' 1-2 Brá Zakarisardóttir
90+1' 2-2 Helga Mikkelsen

Føroyar:  1. Rannvá við Streym (málverji), 2. Teresa Jacobsen, 3. Fríða Jakobsen (L), 4. Vár Johannesen, 5. Jonnhild á Sondum - 6. Súsanna Laksáfoss Godtfred, 13. Elspa Maria Zachariasen (58' Jacobina Bergsdóttir), 8. Sólja Ernstdóttir, 16. Eydna Dalheim Olsen - 10. Brá Zakarisardóttir, 11. Lisa Haraldsen (58' Helga Mikkelsen)

Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.

Úrslitið av undankappingini:
1. Føroyar 7 stig 
2. Estland 7 stig
3. Kýpros 3 stig
4. Moldova 0 stig


[object Object]Føroyski hópurin millum dystirnar í Moldova. Fleiri av hesum vóru eisini við at vinna U17-liðið víðari til næsta stigið í undankappingini har síðsta ár (Mynd: FSF) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2025

41 Leygardagur 12. apríl 2025

Brá og hinar stóðu fyri málveitslu í Moldova

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur, staðfestir U19-venjarin Sigtór Petersen eftir bólkasigurin hjá Føroyum

Føroyski hópurin ein av góðveðursdøgunum í Moldova. Seinni í ár skulu ungu kvinnurnar spæla um EM-pláss (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn errin og glaður um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað. Serliga í dystinum móti Estlandi – tá vit eru aftanfyri við tveimum í steðginum – megna tær at reisa seg, og dysturin endar við javnleiki. Hetta vísir eisini teirra mentalu styrki.

Soleiðis sigur venjarin hjá U19 gentunum, Sigtór Petersen, við heimasíðuna hjá FSF í kjalrvørinum av bólkasigrinum í B-undankappingini.

Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar heili 7-0 á vertstjóðini Moldova. Brá Zakariasardóttir skoraði trý mál, Sólja Ernstdóttir gjørdi tvey, meðan Eydna Olsen Dalheim og Helga Mikkelsen skoraðu hvør sítt. Øll málini vístu seg at vera umráðandi, tí málúrtøkkan gjørdist avgerandi.

Í øðrum dystinum vunnu føroysku genturnar 2-0 á Kýpros. Málini skoraðu Brá Zakariasardóttir og Eydna Olsen Dalheim.

Triðji dysturin í kappingini gjørdist ein veruliga finala millum Føroyar og Estland. Tað sá leingi út til, at estlendsku genturnar fóru avstað við 1. plássinum í bólkinum. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til Estland.

- Men so komu okkara í gongd. Brá Zakariasardóttir minkaði um munin við sínum fimta máli í kappingini, og tá ein minuttur var spældur út yvir vanligu leiktíðina, javnaði Helga Mikkelsen til 2-2.

[object Object]Føroysku spælararnir og leiðaratoymið fegnast um javnleikin móti Estlandi (Mynd: FSF)

[object Object]Málskjúttarnir Helga Mikkelsen (t.v.) og Brá Zakariasardóttir (t.h.) (Mynd: FSF)

Føroyar vunnu bólkin við 7 stigum, og málmuninum 11-2, meðan Estland, ið eisini fekk 7 stig, endaði við málmuninum 7-3. Kýpros fekk 3 stig, og aftast var Moldova við ongum stigi. Samlaði sigurin hevur við sær, at U19 genturnar flyta upp í deild A í næstu EM undankapping, sum verður í heyst.

Hetta megnaðu fleiri av somu spælarunum eisini við U17 í fjør, og eru hetta jalig tekin fyri føroyskan kvinnuhondbólt.

Brá Zakarisardóttir skoraði í øllum dystunum, og Fortuna Hjørring-spælarin stóð fyri fimm av teimumm ellivu føroysku málunum.

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Vit royna alla tíðina at spæla framrættaðan fótbólt, og tað sær út til at rigga væl. Vit klára eisini at leggja hini liðini undir trýst meginpartin av tíðini í øllum trimum dystunum, og tað eri eg sera glaður fyri, at vit klára, samstundis sum vit vinna sannførandi,

Sigtór Petersen leggur afturat, at hann sær nógv gott í hesum árganginum.

– Nógvar av teimum koma heilt sikkurt at banka upp á til A landsliðið um stutta tíð, og tað verður uttan iva spennandi at fylgja teimum í framtíðini.

Kelda: fsf.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

42 Leygardagur 12. apríl 2025

Føroyar fillaðu Litava við 10 málum

Við so stórari leiðslu hava vit meira enn annað beinið í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi í vetur

(Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur eitt gott útgangsstøði undan dystinum í Litava í morgin.

Hinar skulu vinna við meira enn 10 málum, um tær skulu forða okkara røsku og dugnaligu hondbóltskvinnum at koma til HM-endaspæli í Niðurlondum og Týsklandi í november og desember.

Tað má sigast at vera eitt rættiliga gott útgangsstøði til at gerast fyrsta liðið, sum luttekur í eini HM-kapping.

Føroyska spælið við Tjarnir mikukvøldið var eitt sindur trilvandi, og ikki heilt sannførandi í byrjanini av dystinum.

Við fleiri góðum langskotum eydnaðist tað litaviska liðnum at koma framum, meðan føroyska álopið var meira óeffektivt.

[object Object]
Jana Mittún í gjøgnumbroti

[object Object]
Maria Pálsdóttir í skotroynd

Men føroysku kvinnurnar funnu loysnirnar. Fingu vart fyri litavisku langskjúttunum, og harvið tamarhald á dystinum. Komu upp á javnleik, og arbeiddu seg so stútt og róligt til eina fýra máls leiðslu í hálvleikinum, 15-11.

Í øðrum hálvleiki var tað so at siga ongantíð ivi um, hvat var besta liðið á vøllinum, hóast Litava at byrja við fekk fleiri lættvunnin mál. Men okkara kvinnur fylgdu við, og sum frá leið fór føroyska leiðslan av vaksa stútt.

Sum ikki einaferð var tað Jana Mittún, sum gekk á odda, og hon var eisini uppiborið kosin til dagsins føroyska leikara.

Men eisini Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ein góðan dyst við fleiri góðum gjøgnumbrotum.

Málverjarnir Rakul Wardum og seinni Silja Arngrímsdóttir Müller fingu ikki víst tað stóra í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki bragdaði hjá Rakul, og hon eigur eisini sín uppiborna lut í at sigurin gjørdist so stórur.

Føroyska verjan var so mikið góð, at litavar ikki funnu loysnirnar at fáa mál. Tær royndu og royndu, men tað var bara hendinga ferð móti endanum av dystinum, at bólturin fór aftur um Rakul í málinum.

Tá litavar so royndi seg við at fara heilt fram at standa ímóti føroyska álopinum, gekk heilt galið hjá teimum, og Føroyar tryggjaðu sær ein lættvunnan sigur og eitt framúr útgangsstøði til returdystin, sum verður í Jonavos Sporto Arena í Jonava sunnudagin kl. 14 okkara tíð.

Sí allar myndirnar frá dystinum her

[object Object]

Her síggjast samrøðurnar vit gjørdu eftir dystin:

Jana Mittún: - Eg eri næstan málleys um stuðulin

Marita Mortensen: - Vit loystu upp fyri nervunum og fóra at spæla okkara spæl

Lív Poulsen: - Hetta var ein stuttlig uppliving

Sí eisini samrøðuna við Egholm-sysstrarnar Elsu og Karin: Egholm-systrarnar elska at spæla saman

Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 9-9
25 min: 11-10
30 min: 15-11
35 min: 17-15
40 min: 23-18
45 min: 26-20
50 min: 28-21
55 min: 33-24
60 min: 36-26

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 9 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Fríða Nolsøe Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

43 Leygardagur 12. apríl 2025

Jana Mittún var besti málskjútti og dagsins spælari

Níggju mál, sjey upplegg og full ferð á: Føroyski spælskiparin spældi ein stóran dyst, tá Føroyar tóku stórt fet móti HM-endaspælinum. Fleiri aðrar tóku ábyrgd

Jana Mittún fegnast um eitt av sínum málum - tað var serliga í 2. hálvleiki, at Viborg-spælarin var í hopla (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon skuldi taka ábyrgd í serliga álopskenda spælinum, og tað gjørdi Viborg-spælarin sanniliga eisini móti Litava í kvøld. Serliga var tað í 2. hálvleiki, har Jana Mittún so at siga fekk alt at rigga.

Í 1. hálvleiki brendi nummar 77 trý skot, men Jana Mittún spældi annars stórt sæð uttan mistøk.

21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði níggju mál uppá 12 skot (seks av seks í 2. hálvleiki) og hevði fleiri góðar fríspælingar. Sambært Handballstatz var talan um sjey upplegg og harvið samanlagt 16 "málstig", umframt okkurt vunnið brotskast.

Jana varð eftir dystin kosin dagsins spælari hjá Føroyum.

[object Object]
Karin Egholm og Maria Nólsoy - ungar og ógvuliga vælspælandi (Mynd: Sverri Egholm)

Maira Pálsdóttir Nólsoy er eitt ár yngri men spælir eisini í fremstu donsku deildini, har hon er í rívandi menning. Hetta var ein av heilt góðu landsdystunum hjá Mariu: Seks mál uppá átta skot og fýra uppløgg vóru lyklatølini í álopspartinum,

Marita Mortensen kom inn seinastu løtuna og skoraði flott uppá síni trý skot, Fríða Nolsøe Olsen vísti seg væl fram í sínum fyrsta kappingardysti, og 19-ára gamla Karin Egholm skoraði trý av fýra skotum av høgra vongi.

Í verjustøðu eru ikki ikki so lætt at hyggja uppá hagtøl, men føroyska miðverjan við Pernille Brandenboeg og Brynju Høj var stóra partin av dystinum ógvuliga stinn, og spælararnir rundanum um arbeiddu hart og sum oftast rætt. Tá Føroyar fingu tamarhald á hesum partinum, so fekk liðið eisini tamarhald á dystin.

Føroyar høvdu ikki nógvar bjargingar. Tað komu ikki heilt nógv skot ímóti, men oftast vóru tað langskot, og hesi fingu Rakul Wardum og Silja Müller ikki heilt fatur á. Rakul kom tó innaftur og hevði eina fína løtu í seinna helmingi av 2. hálvleiki - millum annað við einari duppultbjarging.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

44 Leygardagur 12. apríl 2025

Annika heilsaði uppá liðfelagarnar við Tjarnir

Landsliðsmálverjin seinastu árini er við barn. Hon var millum áskoðararnar mikudagin og er við í ferðalagnum til Litava at stuðla føroyska liðnum uttan fyri vøllin

Annika Fríðheim Petersen vísir búkin fram fyri forvitnum føroyskum liðfeløgum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon hevði sjálvandi viljað spælt, men ístaðin roynir hoyvíkskvinnan at hjálpa til uttan fyri vøllin, og vónar Annika Fríðheim Petersen at vera til reiðar til eitt møguligt HM-endaspæl í november-desember.

25-ára gamli málverjin hevur verið fastur fúsur á landsliðnum í yvir fimm ár. Hon hevur tó ikki spælt í bestu donsku deildini í seinastuni, har lið hennara, Aalborg, í fyrstu syftu bjargaði plássinum. Hetta tí at Annika Petersen er við barn.

Eftir ætlan skal Annika eiga í september. Hesa vikuna var hon í Føroyum fyri at stuðla liðfeløgunum. Hon var eisini við við í ferðalagnum, sum fríggjadagin fór til Litava.

Annika var til venjingina við Tjarnir týsdagin, har tær í hópinum fingu heilsa uppá hana. Tað gav sanniliga nøkur smíl.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2025

45 Leygardagur 12. apríl 2025

Stórir trupulleikar við søluni - 400 atgongumerki eftir

Skipanin megnaði ikki at handfara ovurstóra eftirspurningin eftir atgongumerkjum til Føroyar-Ukraina. Tey umleið 2.000 atgongumerkini, sum vórðu seld í gjár, eru galdandi, meðan lutakast verður um rættin at keypa restina

- Vit mugu hyggja eftir um skipnanin hjá atgongumerki.fo er nóg góð til eftirspurningin til serliga hesar manslandsdysti og mugu fáa loyst hetta, sigur stjórin í HSF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit mugu hyggja eftir um skipnanin hjá atgongumerki.fo er nóg góð til eftirspurningin til serliga hesar manslandsdystir...vit mugu fáa loyst hetta til næstu ferð.

Hetta staðfesti Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya í gjár.

HSF hevði bráfund fyrrapartin fríggjadagin tá tað var staðfest, at atgongumerkjasølan til seinasta heimadystin hjá manslandsliðum í hesari undankappingini ikki gekst sum ætlað.

Tað var trupult hjá nógvum at sleppa inn, og Hondbóltssambandið staðfestir, at atgongumerkjaskipanin til manslandsdystin Føroyar-Ukraina ikki megnaði at handfara stóra eftirspurningin og fór niður.

Hetta harmast HSF um, og noyðist man tí at hyggja uppá støðuna framyvir.

- Stóri áhugin gjørdi, at skipanin fóru niður eftir fáar minuttir. Nógv keyp vóru tó avgreidd, og hesi atgongumerki eru enn galdandi. Er peninginur trektur av kortinum og atgongumerki ikki móttikin á telduposti, verða tit biðin um at senda ein teldupost til [email protected].

[object Object]
Høllin við Tjarnir er ov lítil til manslandsdystir í hondbólti - til fyrsta dystin móti Niðurlondum var útselt eftir heilt lítlari løtu. Tað verður ein hørð kapping um at keypa atgongumerki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

400 atgongumerki eru eftir at selja, og ein serstakur háttur verður nú nýttur til at selja hesi.

Hondbóltssambandið skrivar, at lutakast verður um, hvør ið kann keypa atongumerki. Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á leinki, sum verður lagt út á síðuna hjá HSF seinni í dag.

Freistin at skriva seg upp er mándagin klokkan 10. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

46 Leygardagur 12. apríl 2025

StÍF og H71 hava nú finalufyrimun

Eftir 29-25 sigrarnir á ávikavist Kyndli og VÍF, kunnu StÍF og H71 spæla seg í FM-finalurnar við at sigra aftur í morgin. Ungir spælarar gjørdu vart við seg

19-ára gamli Høgni Heinason var flúgvandi fyri H71 í kvøld (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrstu hálvfinalurnar í Burn-deildini vórðu spældar hóskvøldið. Í báðum førum vann liðið, sum eisini vann fjórðingsfinalu síðsta vikuskiftið - liðini sum høvdu fríumfar vegna endaúrslitið í grundspælinum taptu.

Kyndli sá heldur rustað út á Skála, og tað tók sjey minuttir, til teir grønu skoraðu. Útiliðið fekk bert níggju mál móti væl sterkaru StÍF'arunum fyri steðgin. Tað var betri hjá Kyndli fyrstu tjúgu minuttirnar í 2. hálvleiki, og tað var minus tvey nakrar ferðir. Men so skoraði Jóannes Prestá úr ógvuliga spískum, tá átta og ein hálvur minutt var eftir, og StÍF fekk flogið aftur.

Trúgvi Hávardsson spældi ein frálíkan dyst, og uppaftur yngri strandingurin Pauli Rasmussen varð toppskjútto við sjey málum. Torkil Debes Dahl av Oyrabakka var eisini ógvuliga tryggur við brotskøstunum, og við skjótum spæli og sterkum verjuparti vann StÍF uppiborið 29-25.

[object Object]
Trúgvi Hávardsson gav Kyndil nógvar trupulleikar (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Trýst er á Kyndli og VÍF til sunnudagin. Vestmenningar vóru annars líka omaná fyrsta korterið í Hoyvík við effektivum spæli, men so tók H71 yvir, og slepti ikki takinum. 

Tað var serliga spælskiparin, Høgni Heinason, sum var í hopla. Hann varð toppskjútti við átta málum, og hevði Høgni eisini rúgvu av fríspælingum - í 2. hálvleiki var tað millum annað til sterka strikuspælaran Sakaris Sakarisson. VÍF fekk ikki tamarhald á tí, og tá so hoyvíksverjan var stinn, og Ingi Johannesen kom inn við stórbjargingum, var ikki nógv at gera.

Tað gjørdist ikki veruligur spenningur í seinastu løtuna í báðum hallunum, men lagt er upp til tvey brak sunnudagin, tá VÍF og Kyndil skulu royna at javna røðirnar og syrgja fyri hálvfinalu nummar trý.

Fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum
Hósdagin 10. apríl

StÍF - KÍF 29-25 (15-9)

H71 - VÍF 29-25 (16-13)

Næstu FM-hálvfinalurnar:

Sunnudagin 13. apríl kl. 16: VÍF - H71 í høllini í Vestmanna
Sunnudagin 13. apríl kl. 19: Kyndil - StÍF í høllini á Hálsi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

47 Leygardagur 12. apríl 2025

U19 HM: Føroyar fingu Týskland, Slovenia og Uruguay

Á papírinum er helst talan um eitt miðal lutakast, skrivar Hondbóltssambandið. Ungu menninir skulu til Egyptalands í august

Føroyar gjørdust nummar 15 til EM-endaspælið fyri U18-lið í fjørsummar, og tryggjaðu sær harvið hetta HM-plássið (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til U19 HM-endaspælið hjá monnum var í vikuni. Føroyska U19-landsliðið kom í bólk E saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguay.

Á pappírinum er helst talan um eitt miðal lutakast, staðfestir Hondbóltssamband Føroya, sum skrivar soleiðis um mótsstøðuliðini: 

- Týskland gjørdist nummar 5 í EM-endaspælinum í fjør summar, har Føroyar gjørdust nummar 15. Føroyar spældu móti Týsklandi í upphitingarkappingini til EM-endaspælið, hetta í Nations Cup í Lübeck. Tá vunnu týskarar 32-23.

- Slovenia gjørdist nummar 9 í EM-endaspælinum og møttu Føroyar slovenum í millumumfarinum, har Slovenia vann 32-25. Uruguay vann seg til HM-endaspælið við at gerðast nummar trý í suðuramerikonsku undankappingini.

Harvið eru helst fínir møguleikar móti Uruguay, meðan Týskland og Slovenia fara at vera favorittar móti Føroyum, sum var styrkismett lægst til lutakastið.

Lutakastið:
Bólkur A: Svøríki, Portugal, Kuveit, Eysturríki
Bólkur B: Ungarn, Sveis. Marokko, Kosovo
Bólkur C: Serbia, Spania, Kroatia, Algeria
Bólkur D: Ísland, Brasil, Guinea, Saudi Arabia
Bólkur E: Týskland, Slovenia, Uruguay, Føroyar
Bólkur F: Noreg, Frakland, Argentina, (ikki avgjørt)
Bólkur G: Egyptaland, Japan, Suðurkorea, Bahrein
Bólkur H: Danmark, Tunesia, Kekkia, USA

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari at spæla um topp 16, meðan tvey tey niðastu spæla sonevnda Presidents Cup, um plássini 17-32.

Til seinasta HM-endaspæl fyri U19-menn endaðu Føroyar á 8. plássi. Hetta var við millum annað Óla Mittún, Ísaki Vedelsbøl, Aleksandar "Sasha" Lacok og Trúgva Hávardsson.

Endaspælið verður í Egyptalandi í døgunum 6. til 17. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

48 Leygardagur 12. apríl 2025

Neistin og VÍF sum væntað í FM-hálvfinalunum

Hetta er greitt eftir sigrarnir á ávikavist StÍF og Stjørnuni leygarkvøldið - tað varð rímiliga tætt á Hálsi. Harvið skal Neistin spæla hálvfinalur móti grannunum úr Kyndli. VÍF og H71 bresta saman eftir landsliðssteðgin

Brynja Høj skoraði seks mál og var stinn í verjuni móti StÍF. Hennara seinastu landsdystir og seinastu dystir fyri Neistan eru skjótt fyri framman - Kyndil er stóra avbjóðingin í hálvfinalunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er greitt, at FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini síggja soleiðis út: 

Kyndil (1) - Neistin (4)
H71 (2) - VÍF (3)

Talið í klombrum er plássið, sum liðini endaðu í grundspælinum. Harvið vórðu tað sum væntað nummar trý og fýra sum endaðu í hálvfinalunum saman við teimum báðum, ið vunnu sær rættin gjøgnum grundspælið.

Stjørnan stríddist væl í Vestmanna, og hekk væl í til stutt fyri steðgin. Men VÍF fekk trý tey seinastu málini í 1. hálvleiki. So var 18-14, meðan liðini hvíldu seg, og tá VÍF so byrjaði væl betri í 2. hálvleiki, so gjørdist ikki veruligur spenningur um útfallið aftur. Heimaliðið vann tá samanumkom 36-27.

Tað var heilt góður álopshondbóltur til tíðir, og Rannvá Olsen skaraði framúr - serliga við sínum tólv málum. Samanlagt skoraðu tær báðar hjá VÍF, sum skulu savnast við landsliðnum í morgin í sambandi við HM play-off dystirnar móti Litava, tjúgu mál: Fríða Nolsøe Olsen skoraði átta ferðir.

[object Object]
Rannvá Olsen í dysti móti Stjørnuni. 22-ára gamla vestmannakvinnan skoraði 12 ferðir fjórðingsfinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað varð meira spenanndi á Hálsi, har StÍF var á vitjan. Tað var málfátækt fyri steðgin (10-8), men væl meira lív kom í dystin í 2. hálvleiki. 

Í løtum var Neistin á veg avstað, men hóast tað vóru fýra mál á muni, tá seks og ein hálvur minuttir vóru eftir, so gjørdist stríddist StÍF til tað seiansta. Útiliðið skoraði trý mál á rað: Toppskjúttin Josefine Dyring (12 mál) til 27-26, tá beint yvir tríggir minuttir vóru eftir.

So skoraði StÍF tó ikki aftur. Nestin stongdi, og Ró Reginsdóttir skoraði seinasta málið í dystinum. Neistin er nú aftur uttan Bjørk Franksdóttir Joensen (knæskaða), og tað verður ógvuliga torført í hálvfinalunum móti Kyndli. 

FM-fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini
Leygardagin 5. apríl
VÍF - Stjørnan 36-27 (18-13)

Toppskjúttar: Rannvá Olsen 12 mál, Fríða Nolsøe Olsen 8 mál - Jancy Jógvansdóttir Poulsen 6 mál

Neistin - StÍF 28-26 (10-8)

Toppskjúttar: Josefine Dyring (StÍF) 12 mál, Silja Heðinsdóttir (Neistin) 8 mál, Emmy Ingibjørg Kass (StÍF) 7 mál, Brynja Høj 6 mál

Hesa vikuna er landsliðssteðgur. Hálvfinalurøðirnar byrja mitt í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2025

49 Leygardagur 12. apríl 2025

StÍF koppaði KÍF í tøttum dysti

Kollfirðingar vóru annars á odda við trimum málum í steðginum - tað endaði 28-27 í FM-fjórðingsfinaluna á Skála. StÍF skal møta Kyndli í hálvfinaluni í

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta FM-fjórðingsfinalan í hondbólti varð spæld sunnudagin á Skála. Hetta gjørdist tann tættasta, og eftir hana er greitt, at hálvfinalurnar hjá monnum síggja soleiðis út: 

Kyndil (1) - StÍF (4)
VÍF (2) - H71 (3)

Harvið verður tað, eins og hjá kvinnum, at liðini, sum endaðu nummar trý og fýra, skulu spæla hálvfinalur móti ávikavist nummar tvey og eitt frá gundspælinum. 

Hin fjórðingsfinalan varð spæld longu undanfarna fríggjakvøld, tá H71 vann 32-24 á Neistanum.

KÍF meira enn bjóðaði av á Skála, og var á sigurskós til nakað inn í 2. hálvleik. Men út á 2. hálvleik var StÍF stinnari. Tað tyktiskt sum, at heimaliðið hevði fleiri streingir at spæla uppá.

Ùtiliðið hekk tó í so at siga allan vegin. Tað var intenst, og tað merktist, at nógv stóð uppá spæl: Báðar verjurnar høvdu fleiri góðar støður, og Milenko Jelkan (KÍF) og Rasmus Østergaard (StÍF) høvdu nógvar bjargingar í hvør sínum hállveiki.

Tað varð ikki avgjørt fyrrenn í seinasta minutti. Tá tók besti spælarin hjá StÍF í ár, og tann mest effektivi spælarin í deildini sambært HandballStatz, sakina í egnar hendur. Trúgvi Hávardsson vann ein tvídyst og og skoraði hegnisliga til 28-26. Annars hevði Pætur Johansen tikið stóra ábyrgd gjøgnum 2. hálvleik í bakketuni hjá StÍF.

Tað var ov seint hjá KÍF at koma aftur, og harvið fer StÍF í hálvfinalurnar. Har er Kyndil á skránni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2025

50 Leygardagur 12. apríl 2025

Flogbóltsspælari leikbann fyri happing á sosialum miðli

Til sínar 25.000 fylgjarar á Tiktok hevur Mateusz Pazgan lagt niðrandi og happandi uppslag út um dómararnar í triðju FM-finaluni hjá monnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Flogbóltssamband Føroya tók mikudagain avgerð um, at leikandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, skal hava langt leikbann umframt eitt bann fyri at virka sum venjari í eina tíð.

Mateusz Pazgan fær leikbann í fimm dystir, og hartil kann hann ikki vera venjari ella hava nakran almennan leiklut undir nøkrum dystum í ein mánað.

Orsøkin er, at hann á sosiala miðlinum TikTok, har hann hevur áleið 25.000 fylgjarar, hevur lagt eitt niðrandi og happandi uppslag um dómararnar í triðju FM-finaluni hjá monnum.

Frá starvsnevndini í Flogbóltssambandi Føroya verður sagt, at hendan avgerðin kann fáa avleiðingar fyri steypakappingina, sum er í gongd, tí Mateusz Pazgan uttan iva er ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini fyri menn. Men atlitið til, at dómarar og annars eisini øll onnur í føroyska flogbóltsheiminum skulu kunna kenna seg væl og kenna seg trygg, hevur vigað mest í hesum sambandi, tí slík happing undir ongum umstøðum kann góðtakast. At Mateusz Pazgan eisini er venjari, hevur vigað tungt í hesum sambandi.

Nevnast skal, at Mateusz Pazgan eftirfylgjandi hevur biðið um umbering og hevur tikið hetta uppslagið og eitt annað líknandi uppslag av sínum vanga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

51 Leygardagur 12. apríl 2025

SÍ er í hálvfinaluni, men tapti fyri KÍF

Bónus-kappingin, kvinnur, bólkur 1: KÍF - SÍ 3-2 (25-22, 11-25, 25-19, 20-25, 15-12)

 
SkrivaÐ:

Innsent

KÍF vann mikukvøldið 3-2 á SÍ í Bónus steypakappingini fyri kvinnur, men enn er plássið hjá KÍF í hálvfinaluni ikki vist, tí tað kann TB framvegis taka, tá ið TB og KÍF í morgin fara at spæla svartaper í Trongisvági.

Vinnur KÍF tvey sett, so situr TB eftir við svartaperi. Vinnur TB í minsta lagi 3-1, so situr KÍF við svartaperi, meðan TB fer at spæla hálvfinalu. Hinvegin er vist, at SÍ fer at spæla hálvfinalu, men ikki er vist, um SÍ vinnur bólkin ella ikki, og tað kann hava stóran týdning, tí allarhelst fer tvey'arin at spæla ímóti føroyameistaranum Fleyr í hálvfinaluni.

Vinnur KÍF dystin ímóti TB, so vinnur KÍF bólkin, og SÍ verður nr. tvey. Vinnur TB dystin, so vinnur SÍ bólkin.

Í dystinum mikukvøldið legði KÍF bragdliga fyri og var leingi á odda við fýra stigum, men SÍ mentist, og legði seg á odda 15-14 og 19-18. KÍF fekk luft við at vinna næstu fýra bóltarnar og legði seg á odda 22-19 og megnaði at halda seg frammanfyri og vinna settið 25-22.

KÍF var kortini fyri ongum í øðrum setti, og SÍ legði seg á odda 7-0 og 11-1 og vann lættliga settið 25-11.

KÍF svaraði tó aftur í triðja setti og dró so líðandi frá eftir 10-10 og vann settið 25-19.

KÍF fekk eisini fína byrjan upp á fjórða sett, og var á odda 7-2, tá ið SÍ vann seks stig á rað og fór framum 8-7. KÍF javnaði síðan til 12-12, 15-15 og 19-19, men eftir at KÍF hevði minkað um munin til 20-21, vann SÍ teir næstu fýra bóltarnar og settið 25-21.

Í javnbrótaranum kom SÍ í góða støðu, tá tað bleiv 11-8, men KÍF javnaði til 11-11, og eftir at SÍ legði seg á odda aftur 12-11, vann KÍF tey næstu fýra stigini og settið 15-12 og dystin 3-2.

Komandi dystir:

Bólkur1:
Sunnudagin 13. apríl kl. 14.30: TB - KÍF í Trongisvági

Bólkur 2:
Leygardagin 12. apríl kl. 13: Dráttur - Fleyr á Giljanesi
Leygardagin 12. apríl kl. 16: Ternan - Mjølnir á Toftum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

52 Leygardagur 12. apríl 2025

ÍF vann á føroyameistaranum í steypakappingini

Nýklaktu føroyameistararnir, Mjølnir úr Klaksvík, taptu hóskvøldið fyri ÍF í fimmsettara í Bónus steypakappingini, men eru kortini vísir í at koma í hálvfinaluna

 
SkrivaÐ:

Innsent

Bónus-kappingin, menn:
ÍF – Mjølnir 3-2 (17-25, 25-18, 25-21, 23-25, 16-14)

Nýklaktu føroyameistararnir úr Klaksvík taptu hóskvøldið fyri ÍF í fimmsettara í Bónus steypakappingini, men eru kortini vísir í at koma í hálvfinaluna. Við tapinum verður tó torførari hjá Mjølni at vinna bólkin, og tí sleppa at spæla ímóti nr. 4 í hálvfinaluni.

Eftir at Mjølnir lættliga hevði vunnið fyrsta sett 25-17, reistist ÍF og legði fyri sum eitt óløgi í øðrum setti og legði seg á odda 7-0. Munurin gjørdist ongantíð minni enn trý, og til endans vann ÍF 25-18.

Í triðja setti vóru ongantíð meira enn 2 á muni, fyrr enn ÍF fór frá 21-20 upp á 24-20, og so vann ÍF settið 25-21.

Liðini skiftust síðan um at vera frammanfyri Í fjórða setti, men sjáldan við meira enn einum og tveimum stigum, og soleiðis gjørdist støðan 23-23, tá ið Mjølnir vann tveir bóltar á rað og settið 25-23.

ÍF sá út til at hava fingið fatur í langa endanum, tá teir fóru framum 9-4 í javnbrótaranum, men við seks stigum á rað var Mjølnir brádliga frammanfyri 10-9. ÍF endurvann tó leiðsluna og vann settið 16-14 við triðja dystarbóltinum.

Enn er ikki avgjørt, hvør vinnur bólkin, men SÍ hevur bestu kortini á hondum, tó at Mjølnir kann taka fyrstaplássið við sigri á SÍ. ÍF kann eisini vinna bólkin, men tá eru vit mest í teoriini. Vinnur SÍ á Mjølni, so vinnur SÍ bólkin, um teir eisini vinna á Ternuni. Tað merkir so eisini, at ÍF verður nr. 2, um liðið fær trý stig í sínum síðsta dysti, sum er ímóti Ternuni.

Plaseringarnar merkja kortini ikki tað heilt stóra, tí undir øllum umstøðum verða SÍ og Mjølnir favorittar at vinna sínar hálvfinalur, tá tað veruliga geldur, annaðhvørt tær eru ímóti ÍF ella Fleyr.

Hinvegin prógvar úrslitið í Fuglafirði, at á einum góðum degi kann ÍF hótta Mjølnir og SÍ, og tað kann Fleyr eisini, sóu vit í landskappingini, har bæði ÍF og Fleyr høvdu fimmsettarar ímóti SÍ og Mjølni, sum tó vórðu taptir.

Í gjárkvøldið spæla Ternan og Fleyr, og vinnur Fleyr tann dystin, so er mest sannlíkt at Fleyr kemur í hálvfinaluna sum fýrari.

Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum eina ferð, og fýra tey fremstu halda fram í hálvfinalunum, sum verða á Giljanesi leygardagin 19. apríl. Nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.

Finalurnar verða í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Komandi dystir:

Sunnudagin 13. apríl kl. 16: SÍ - Mjølnir í Sørvági
Sunnudagin 13. apríl kl. 19: ÍF - Ternan í Fuglafirði

Týsdagin 15. apríl kl. 19: Ternan - SÍ í skúlanum á Toftum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2025

53 Leygardagur 12. apríl 2025

Badminton: 10 leikarar úttiknir til 0yggjaleikirnar í summar

Føroyska badmintonlandsliðið vann á seinastu oyggjaleikunum metnógv heiðursmerki, og skulu verja gullið, sum tey vunnu í liðkappingini

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong, hevur úttikið 10 leikarar til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum í summar.

Á seinasta oyggjaleikunum, sum vóru á Guernsey í 2023, vann føroyska badmintonlandsliðið metnógv heiðursmerki og skulu verja gullið, sum tey vunnu í liðkappingini.

Fyri tveimum árum síðani bleiv tað til trý gullheiðursmerki, tvey silvur og fýra bronsuheiðursmerki hjá føroyskum badminton.

Oyggjaleikirnir verða 12. til 18. juli í ár, og landsliðsvenjarin hevur úttikið hesi:

Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2025

54 Leygardagur 12. apríl 2025

Altjóða dartkappingar í Glasir hetta vikuskiftið

Fleiri útlendskir toppspælarar eru komnir til Føroyar nú kappingin er hækkað í tign

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umstøðurnar at halda slíkar dartkappingar á Glasi eru sera góðar, og talið av luttakarum er eisini tað hægsta nakrantíð til hesar kappingarnar. 167 leikarar hava meldað til, og merkisvert er, at fyri fyrstu ferð er talið av útlendskum leikarum hægri enn talið av føroyingum. Útlendsku leikararnir koma úr níggju ymiskum londum.

Sterk kapping

Í gjárkvøldið varð kappast í tvímansleiki. Í dag og í morgin eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Kappingin sunnudag, er farin eina kategori upp í “tign” so at talan nú er um eina silvur-kapping. Hetta hevur eisini havt við sær, at betri útlendskir dartspælarar hava valt at koma til Føroya í ár.

Hjá monnum eru til dømis nummar 1 í Íslandi, nummarr 1 í Svøríki, nummarr 2 í Týsklandi, nummarr 2 í Skotland, nummarr 5 í Onglandi og nummarr 2 í Niðurlondum við. Hjá kvinnum er eisini talan um kvalitetsluttøku. Til dømis eru nummarr 1 í Íslandi, Svøríki, Danmark og Niðurlondum við.

Og serliga nummarr 1 í Niðurlondum, Lerena Rietbergen, er ein spennandi leikari at hava fingið við til Føroya. Hon er í løtuni nummarr 3 á heimssstykilistanum, og hevur seinasta hálva árið vunnið seks altjóða kappingar, umframt at hon gjørdist nummar 3 til HM í Lakeside í desember.

Og júst kvalifikatións-stigum til HM er tað, sum teir bestu útlendsku leikararnir koma eftir. Og við tað at Tórshavn Open nú er farin frá bronsu- upp til silvur kategori, so tvífaldast kvalifikatións-stigini, sum eru uppá spæl.

[object Object]

Unglingar fyri fyrstu ferð

Í ár verður kappingin fyri unglingar fyri fyrstu ferð eisini altjóða skrásett. Tað eru ikki so nógvir útlendskir leikarar við hjá unglinum, men hinvegin hava nógvir føroyskir unglingar meldað til. Unglinga-dart hevur verið í støðugari menning hetta seinasta árið, og fleiri feløg hava lagt nógva orku í at skipað venjingarnar hjá ungdóminum betri.

Og hetta gevur nú eisini úrslit, við tað at tað legst aftrat fyri hvørja kapping, sum verður hildin í Føroyum. Og tí er tað gleðiligt, at hesi ungu nú eisini fáa roynt seg í altjóða kapping.

Kringvarpið stroymir

Høllin á Glasi er karmur um størsta partin av kappingunum, og har verða 44 dartbanar settir upp.

Hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum fyri at hyggja eftir dart á altjóða stigi. Fyriskipararnir gera nógv burturúr við ljósi, ljóði og stórskíggja.

Kringvarpið fer eisini at stroyma frá avgerðandi dystunum, hetta verður leygarkvøldið frá kl 19 og sunnudagin frá kl 16.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

55 Leygardagur 12. apríl 2025

Fyrrverandi skiparin hevur mynstrað av

Minningarorð - Atli á Plógv

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hin 9. apríl, hevði svágurin, Atli á Plógv, rundað 74 ár. Men soleiðis bleiv ikki, tí hin 8. feb. 2025 legði fyrrverandi skiparin, árarnar inn, eftir at hava stríðst móti krabbasjúku í nakað meira enn eitt ár.

Atli á Plógv varð føddur og vaks upp í Sandavági. Faðirin var skipari, og ein av undangongumonnunum innan føroyska rækjuvinnu. Harumframt høvdu eisini flestu pápabeiggjarnir hjá Atla sína yrkisleið á sjónum.

Tað sama gjørdi seg galdandi í móðirætt, har flest allir mammubeiggjarnir eisini høvdu sína yrkisleið á sjónum. Verður farið longur aftur í tíðina, so vóru eisini aðrir undangongumenn innan føroyska fiski- og sjóvinnu í móðirætt hjá Atla.

Tann kendi Suðuroyar-Dánjal (1787-1874), sum kom til Sandavágs fyri umleið 200 árum síðani, var við til áhaldandi royndir við skipsfiskiskapi, og var stigtakari til fyrsta, skipaða føroyska navigatiónsskúlan, sum var í Sandavági, har menn, eftir lidna undirvísing, fingu navigatiónsprógv frá fútanum.

Eisini kann nevnast, at mammubeiggin, Petur á Steig, í nógv ár myndaði reiðaríi P/F Samvinnufelagið, har Atli kom at starvast sum skipari stóran part av yrkisleið síni.

Bóklig útbúgving var ikki nakað sum hevði serligan áhuga hjá Atla, og tí var tað ikki óvæntað, at hann longu sum 14 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn.

Tá ein annar úrmælingur innan fjarfiskiskap, vestmenningurin John Dam, í 1969 legði lunnar undir rækjuveiðu á opnum havið í Norðuratlantshavinum, gekk ikki long tíð til at eisini aðrir avgjørdu at royna seg í hesi vinnu.

Í 1975 keyptu Atli á Plógv saman við faðirinum, Jóhan á Plógv, og svágri hansara, Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og hann og faðirin skiftust at føra skipið í tey 5 árini, til tað varð selt. Tíverri hepnaðist ikki so væl við hesum annars stóra og stásiliga skipið, sum ikki færri enn tvær ferðir varð herjað av eldsbruna. Men hetta tíðarskeiði var tó tað sum nógv minnast sum tað veruliga rækjuævintýri í føroyskari fiskivinnusøgu.

Í fleiri ár førdi Atli eisini ísfiskatrolarar hjá P/F Samvinnufelagnum. Nøkur ár eftir at felagið í 1984 tók sítt størsta tak nakrantíð, og lat byggja tann størsta og mest framkomna rækjutrolaran tá á døgum, fór Atli umborð – fyrst sum stýrimaður, og seinni sum skipari.

Tað var ikki so sjáldan, at Atli vísti sítt hegni sum skipari. At fiska í ísi og illveðrið við Eysturgrønland ella við Svalbard kravdi dugnasemi og góðan sjómannsskap. Tað kom meira enn so fyri, at Atli fór við stóra og vælbygda skipið sínum at hjálpa øðrum skipum leys, sum vóru blivin føst í ísinum, ella at sleipa skip við maskinbreki í fleiri dagar til nærmastu havn.

Í 1993 byrjaði eitt nýtt kapitull í føroyskari rækjusøgu, tá rækjuveiða tók seg upp á Flemish Cap. Ein dagin ringdi Atli av skipinum, har teir vóru staddur við Eysturgrønland. Hann hevði fingið frænir av, at íslendsk skip gjørdu royndir á Flemish Cap og fingu nógvar rækjur har. Tað var sera lítið at fáa við Eysturgrønland tá, og Atli setti tí kós móti Flemish Cap, har hann nakrar dagar seinni gjørdi sítt fyrsta kast, sum tað fyrsta fyrsta føroyska rækjuskipi.

Ágrýtnið og dirvi hjá Atla bar ávøkstur, tí Flemish Cap gjørdist høvuðsleiðin hjá øllum føroyska rækjuflotanum í mong ár eftir hetta, og tey skip, skiparar og manningar sum troyttu hesar leiðir, hava tryggjað Føroyum stór søgulig rækjurættindi á Flemish Cap.

Men Atli var altíð ágrýtin og altíð til reiðar at royna nakað nýtt. Tað gekk tí ikki long tíð til hann sum tann fyrsti, fór á royndarveiðu eftir rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank eisini. Og hesin hugurin at royna at nakað nýtt kom eisini til sjóndar, tá Atli fór
undir at rigga skip sítt og fiskireiðskapin til, so skipið kundi fiska rækjur við dupulttrolið. Nógvir høvdu til fánýtis roynt at fáa hetta at rigga áður, men eftir stuttari tíð hevði Atli og manning hansara funnið fram til eina loysn sum riggaði.

Hetta var eitt stórt frambrot, og bæði føroysk og útlendsk rækjuskip gjørdu seg seinni út á sama hátt. Í dag er tað púra vanligt at fiskiskip hava bæði 2 og 3 trol.
Hendan tíðin á Flemish Cap og Grand Bank var áhugaverd, men eisini ein avbjóðandi tíð fyri føroyskar rækjuskiparar og reiðarí, tí Canada royndi av øllum alvi at leggja forðingar fyri føroysku royndarveiðuni serliga á Grand Bank, men eisini at avmarka rækjuveiðuna á Flemish Cap. At enda fór Canada so langt sum at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum.

Tíðliga í 90'unum flutti Atli til Hirtshals har hann í 1993 giftist við føroysku Hallu Bang, fødd Johansen, ið sum ung genta flutti saman við foreldrum og systkjum sínum til Hirtshals. Sama árið fingu tey sonin Jóhan.

Atli átti 4 børn frammanundan, Jenny, Barbaru, Arnfinn og Janny - og Halla, ið gjørdist einkja ung, tá fyrri maðurin doyði av sjúku, átti børnini Gitte, Lone og Kenneth.

Atli hevði ikki búð leingi í Hirtshals, tá hann keypti sær ein útróðarbát har, sum hann fiskaði við tá hann var heima millum rækjutúrarnar. Í 2005 gavst Atli at sigla við langfaraskipi, og tá brúkti hann eitthvørt høvi at fara út við gørnunum í baldruta farvatninum við Norðurjylland. Donsku útróðrarmenninir í Hirtshals høvdu stóra virðing fyri dugnaseminum, veiðievnunum og dirvinum hjá Atla, tí tá teir hildu at tað var ikki ”havvejr”, so fór Atli út sum einsamallur bátur. Fyri hann var tað næstan altíð ”havvejr”.

Tá Atli varð jarðaður í Emmersbæk kirkju hevði presturin eina sera beinrakna lýsing av Atla. Atli var á mangan hátt sín egin og fylgdi síni egnu kós. Hann ballaði ikki nakað inn, men segði tað hann hevði upp á hjarta uttan uttanumtos, men oftast við einum skálkaligum smíli. Hann gekk aloftast í sínum eyðkendu, bláu smekkbuksum og tuflum, og hann koyrdi fleiri ferðir um dagin við sínum skutara oman á kaina at hyggja at bátinum. Hann hevði við sínum vinarliga og serliga lyndi eitt serligt pláss í hjartanum á nógvu abba- og ommubørnunum hjá sær og Hallu, og honum dámdi sera væl at fáa vitjan av sínum nærmastu.

Atli hevur á mangan hátt verið ein slóðari, og hevur havt ein týðandi leiklut í nýggjari føroyskari fiskivinnusøgu. Tá Atli gjørdist sjúkur av krabbameini, lat hann hvørki seg sjálvan ella onnur á nakran hátt merkjast av hesum, hóast hann var fullvæl vitandi um álvarsligu sjúkuna. Hann ynskti ikki at tosað um støðuna hjá sær, tí so koma prátið at snúgva seg um hann, og hann ynskti ongantíð at verða í miðdeplinum, hvørki í sínum arbeiðslívið, ella privat. Hóast livdi við støðuni sum hon var, og gjørdi onki hóvasták burturúr, men tók sær av sínum nærmastu og av sínum báti, og róði út so leingi orkan var til tað.

Hin 8. feb. 2025 var seinastu sjógvurin tó rógvin, og Atli legði árarnar inn, umgyrdur av sínum nærmastu.

Við hesum orðum lýsið eg frið yvir minni á svágrinum og dugnaliga úrmælinginum, Atla á Plógv.

09. apríl 2025
JEH

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

56 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag, 13. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn við Bergi D. Joensen, presti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Eva á Rógvi, Hagagøta 3, Argir. Dagurin verður hildin á Tórsvølli, inngongd J, við Niðaravølli, frá kl. 17.

Lea Victoria Andreasardóttir, Suðurstíggjur 11, Argir. Dagurin verður hildin í Starvsfelagshúsinum, J. H. Schrøtersgøta 9, frá kl. 16.

Christian Dal Christiansen, Mattalágarvegur 12. Dagurin verður hildin frá kl. 17.

Ingrún Hentze Danielsen, Skemmingsgøta 19. Dagurin verður hildin í Skúlaheiminum í Marknagili, Marknagilsvegur, frá kl. 15.

Janita Sveinbjørnsdóttir Heinesen, Suðurstíggjur 13, Argir. Dagurin verður hildin á Hotel Brandan frá kl. 15.

Bjarti Leth Høgnason, Grønalíð 1. Dagurin verður hildin í Djóna í Geilsgøtu 51, frá kl. 17.

Durita Elisa í Dali, Livulág 5. Dagurin verður hildin á Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, frá kl. 15.

Jóhannis í Stórustovu, Grønalíð 13. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Maria Vatnhamar Jensen, við Klingurstjørn 34, Argir. Dagurin verður hildin í AB-húsinum á Argjum frá kl. 15.

Teresa Vatnhamar Jensen, við Klingurstjørn 34, Argir.  Dagurin verður hildin í AB-húsinum á Argjum frá kl. 15.

Jóna Reinert Joensen, Heygsvegur 16. Dagurin verður hildin á Jøkulstræti 6 frá kl. 17.

Bára Káradóttir, Argjavegur 51 b, Argir. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, frá kl. 15.

Marta Weihe Markling, Leitisgøta 2, Argir. Dagurin verður hildin frá kl. 17.

Eyðun Ellindsson Olsen, Suðurrás 5. Dagurin verður hildin í Tórshavnar Bátafelag, Undir Bryggjubakka 20, frá kl. 17.

Kári Horn Petersen, Torsteinsgøta 3. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Teitur Miné Róason, Heiðastubbi 4. Dagurin verður hildin í Skúlanum á Fløtum frá kl. 15.

Theodor Niels Mariuson Salter, Traðargøta 2B, Argir. Dagurin verður hildin í Kiwanishúsinum, Jøkulstræti 4, Tórshavn, frá kl. 17.

Hákun Djurhuus Samuelsen, Bóndaheygur 4b. Dagurin verður hildin frá kl. 17.

Nóa Róason Stakksund, Bjarnoyarvegur 18. Dagurin verður hildin frá kl. 16.

Stefan Eysturtún Svensson, Villingardalsvegur 15B. Dagurin verður hildin á Pernassinum á Hotel Hafnia frá kl. 15.

Rosa Gjoveraa Sødergren, Varðagøta 25,. Dagurin verður hildin á Handilsskúlanum, Marknagilsvegurr 77, frá kl. 15.

Ragnar Sverri Viderø, Hvannasundsgøta 8. Dagurin verður hildin í Silo, Vestara Bryggja 15, frá kl. 16.

Ingvard Rakularson Ziska, Jákups Dahls gøta 9. Dagurin verður hildin á Restaurant Paz, Dr. Jakobsens gøta 14-16, frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

57 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Sjóvar kirkju pálmasunnudag

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin, pálmasunnudag 13. apríl, klokkan 11 verður konfirmatión í Sjóvar kirkju við Símuin Persson Jacobsen, sóknarpresti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Barbara í Selvindi – Gerðavegur 18, Strendur. Opið hús frá kl. 17.30

Maria Kristianna Doctor Ljósá – á Byrgi 23, Strendur. Opið hús frá kl. 16

Alisa Fagradal Johansen – Undir Torvbrekku 24, Strendur. Opið hús frá kl. 17

Markus Lómstein Djurhuus – Geilin 14, Innan Glyvur. Opið hús frá kl. 16

Eyðun Rógvason Rasmussen – Gerðisbrekka 8, Skála. Opið hús í Bygdasalinum í høllini á Skála frá kl. 16

Andreas Paulason – Hórheiðar 58, Skála. Opið hús í Skála skúla frá kl. 16

Adrian Hávardsson – Eyrgøta 22, Strendur. Opið hús í Stranda skúla frá kl. 16

Dion Ingason Hansen – Gerðavegur 16, Skálafjørður. Opið hús í Oyndarfjarðar skúla frá kl. 16

Andrias Lamhauge – úti á Fløtum 15, Skála. Opið hús frá kl. 16

Filip Hjalmarsson – Strandatún 8, Strendur. Opið hús í Pensionistahúsinum á Strondum frá kl. 15

Uffe Christensen – Skálavegur 187, Skála. Opið hús í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl. 15.30

Simon Djurhuus – Lágarvegur 18, Strendur. Opið hús í Bygdahúsinum á Strondum frá kl. 17

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

58 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmatión í Húsavíkar kirkju sunnudagin

-

(Mynd: Havstein Klein)
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin, pálmasunnudag, kl. 11 verður konfirmatión í Húsavíkar kirkju við Havsteini Klein, sóknarpresti

Konfirmantarnir eru hesir:

Súsanna á Sondum Henriksen, Áarbøur 1, Sandur, opið hús frá kl. 15.

Viktoria Hentze, Ognarvegur 12, Skopun, opið hús frá kl. 17.

Arnbjørn Randrup Sjúrðarson, Skúlavegur 16, Skopun, opið hús frá kl. 17.

Bogi Høgnason í Stovuni, Missiónshúsið í Skálavík, opið hús frá kl. 16.

Kristian Høgni Petersen, Fram við Anni 32, Húsavík, opið hús frá kl. 17.

Rúnar Filip Friðfinsson Nicolajsen, Missiónshúsið í Skopun, opið hús frá kl. 15.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

59 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmatión í Vestmanna kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag 13. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Vestmanna kirkju við Mariu Summers Nolsøe, presti.

Sjey konfirmantar verða fermdir, allar gentur:

Bjarta Matras-Olsen, dagurin verður hildin heima á Rógvuvegi 33. Opið hús frá kl. 15

Gunda Høgnadóttir, dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Vestmanna. Opið hús frá kl. 15

Jóhanna Maria Bay Lodahl, dagurin verður hildin á Rógvuvegi 5. Opið hús frá kl. 15

Sára Bjarkadóttir Joensen, dagurin verður hildin heima í Reynslíð 3. Opið hús frá kl. 17

Hanna Negru, dagurin verður hildin í Miðnám í Vestmanna. Opið hús frá kl. 16

Elsa Petersen, dagurin verður hildin í Frøishøllini, Frammi í Gerði 2, Kvívík. Opið hús frá kl. 17

Ida Joensen, dagurin verður hildin á Hornavegi 11. Opið hús frá kl. 16


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2025

60 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag 13. apríl kl. 11 verður konvirmatión í Argja kirkju Derhardi Jógvanssyni.

Konfirmantarnir eru hesir:

Elias Símunarson Kerá, Viðargøta 19. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Filip Lava Bárðarson, Rygsgøta 6. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum frá klokkan 17.

Jóhan Páll Bogason, Kirkjustræti 39, Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag á Stoffalág 60 frá klokkan 17.

Jónas Stefansson Skarðberg, Argjavegur 10. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Argja Róðrafelag frá klokkan 14.

Kaj Árnmar Andreasen, Viðargøta 2. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Markus Carlsson, Garðsgøta 4. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Rani Eyðfinsson Saxov, Reynsgøta 4. Dagurin verður hildin á Hotel Brandan frá klokkan 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

61 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag 13. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Konfirmantarnir eru hesir:

Amalia Dam Iversen, Dýrindalsgøta 33. Opið hús verður á Skúlanum á Fløtum, Tórshavn, frá kl. 16. 

Birita Áradóttir á Borg, Karlamagnusarbreyt 54. Dagurin verður hildin heima frá kl.17.

Fríða Kelduberg Hellisdal, Millum Gilja 18. Konfirmatiónin verður hildin heima frá kl. 17.

Hjørdis Sjóvará Bendtsen, Oman Gil 3. Dagurin verður hildin frá kl. 16.30.

Jenny Lóa Nolsøe Poulsdóttir, Jørundargøta 53. Opið hús verður í Skeiva Pakkhúsi, Tórshavn,  frá kl 16.

Katla Bjarkhamar Hjalmarsdóttir, Dýrindalsgøta 27. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16. 

Maria Høgnesen, Sivjugøta 5. Dagurin verður hildin frá kl.16.

Marianna Skipanes, Óðinshædd 67, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Fríkirkjuni Oasan, Kirkjustræti 4, Hoyvík, frá kl 15,

Mary Simona Fjallstein, Millum Gilja 16. Dagurin verður hildin í hølunum hjá KFUM, Hoydalsvegur 6, Tórshavn, frá kl 15.

Sára Johansen, Smærugøta 5, Tórshavn. Dagurin verður hildin í kantinuni á Posta, Óðinshædd 2, frá kl 16.


Álvur Fróðason Mortensen, Við Myllutjørn 11. Dagurin verður hildin heima kl 17.

Eiri Apol, Við Myllutjørn 44. Opið hús verður á Glasi, Janusargøta 3, Tórshavn, frá kl 17.

Bjarki Nóel Jensen, Bertugøta 4. Opið hús verður í Føgrulíð 15, Tórshavn, frá kl. 16.

Gunnar Johannesen, Smærugøta 5, Tórshavn. Dagurin verður hildin í kantinuni á Posta, Óðinshædd 2, frá kl 16.

Jósef Etinosa Erharuyi, Torkilsgøta 1. Dagurin verður hildin á Vegnum Langa 23, Hoyvík, frá kl. 16.

Løðar Gillason Djurhuus, Kirkjustræti 5. Opið hús verður í Broncks, Jónas Broncksgøta 17, Tórshavn, frá kl. 17.

Niklas Brøðraberg, Jørundargøta 56. Dagurin verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt frá kl. 16. 

Noah Apostolos Moraitis, Karlamagnusarbreyt 14 A, 2tv. Dagurin verður hildin heima í Mannbrekku 14, frá kl 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2025

62
Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Gøtu kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Í morgin, pálmasunnudag, kl. 11 verður konfirmatión í Gøtu kirkju við Tummasi L. Kannuberg, presti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Annika Mikkelsen, Undir nesinum 1, Toftir. Dagurin verður hildin á Svangaskarði frá kl. 17.

Barbara Birk Glerfoss, Skálafjarðavegur 1, Skálafjørður. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 14.

Benadikta Nesstein, Hjallavegur 4, Toftir. Dagurin verður hildin á Vesturskin á Kneysum 14 frá kl.15.

Daniella Gøthe, Tróndargøta 25, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Losjuni Glotti.

Emma Hansen, Stallagøta 1, Norðragøta. Dagurin verður hildin í ovara hølinum í Brimborg við Gøtugjógv frá kl. 16.

Eva Atladóttir, Tórðargøta 8, Norðragøta. Dagurin verður hildin  í ovaru hædd í Víkingahúsinum frá kl. 17.

Felisia Óladóttir Nolsøe, Úti í Bø 2, Syðrugøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 17.

Kala Hannah Farrelly. Torbjarnargøta 14, Norðragøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 17.

Silja Dalbø Petersen, Traðarávegur 4. Dagurin  verður hildin heima við hús frá kl. 17.

Lív Gregersen Djurhuus, Syðrugøta. Dagurin verður hildin á Fiskavirkinum í Norðragøtu frá kl. 16.

Katja Jónsdóttir, Lýðarsvegur 16, Toftir. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Tofta talvfelag, Toftavegur 20, frá klokkan 17.

Maria Jartrud Holm, Toftanes 29, Leirvík. Dagurin verður hildin á Torbjarnargøtu 15 í Norðragøtu frá kl. 17.

Talita Stórá Galiceanu, Nesvegur 3, Nes. Dagurin verður hildin á Heygum 5 á Toftum frá kl. 17.

Vígdis Skaale Clementsen, Norðragøta. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 16.

Andrias Gøthe Áslaksson, Geytagøtu 9, Norðragøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 17.

Aron Johanssonm Nesvegur 101, Nes. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 16.

Aleksandur Maibrittarson á Regni, Regnavegur 31, Toftir. Dagurin verður hildin í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni.

Eyðmar Thomsen, Geytagøta 44, Norðragøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 17.

Hjørtur Gøte, Gaddavegur 19, Toftir. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 15.

Joshua Andrias Breeze, Gerðavegur 21, Syðrugøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 15.

Jóannes Martin Jacobsson Gøthe, Gerðavegur 19 kj, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í barnagarðinum Sóljuhjarta, Niðari vegur 31 í Søldafirði frá kl. 17.

Martin Hammer í Hjøllum, Regnavegur 20, Toftir. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 16.

Ragnar Akselsson, Salvarávegur 14, Syðrugøta. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025

63
Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmatión í Havnar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Í morgin, pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Havnar kirkju við Ólavi Eysturdal, presti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Bjørk Láberg. Felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali. Opið hús frá kl 15

Boas Høgnason Øster. Stórhøllin við Tjarnir, Hoyvik. Opið hús fra kl. 16.

Brá Salberg Robertson. Dýrindalsgøta 48, 188 Hoyvík. Konfirmatiónin verđur hildin fyri innbodnum.

Eva Karolina Hansen, Spógvavegur 1. Opið hús frá kl. 17.

Eva Djurhuus Vedelsbøl, Íslandsvegur 28. Opið hús frá kl.14.

Hallfríð Isaksen, Marknagilsvegur 86. Opið hús frá kl 17.

Hans Mittún. Í Bridgehúsinum í Gundadali. Opið hús frá kl. 18.

Klára Vón Fróðadóttir. Opið hús frá kl 15 á Ryskigøtu 32, Tórshavn.

Lea Bendix á Krákusteini. Opið hús frá kl. 17 á Hotel Brandan.

Líggjas Rafael av Kák Reynstind, Viðargøta 25, Argir, opið hús frá kl 17.

Naia Mols Mortensen, Vípuvegur 14, opið hús frá kl.16.

Sára Krossteig, Hoyvíksvegur 37. Opið hús frá kl 17.

Sólja Abora Jónudóttir. Opið hús frá kl. 16. Inni í firði 113, Kollafjørur.

Teitur Bastian S. Mortensen, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Lítlaskúla, Hoyvíksvegur 56B frá kl.16.

Tinka Tróndardóttir Sørensen, Álvastígur 7. Opið hús frá kl.16.

Torkil Einarsson Kamban. Konfirmatiónin verður fyri innbodnum.

Tóki Eli Solbjerg Símunarson, Baraldsgøta 15. Opið hús frá kl. 17.

Tristan Nolsøe Grell. Konfirmatiónin verður fyri innbodnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025

64
Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Sumbiar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Í morgin, pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Sumbiar kirkju við Patrick C. de Neergaard, presti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Boas Herason Silvurdal. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Vágs kappróðrarfelagið, frá kl.15.

Leon Daniel Fernandez Báralíð. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum, Vágur, frá kl.15.

Erik Thor Stenberg Dagurin verður hildin í húsinum hjá Frelsunarherinum í Vági, frá kl.15.

Ingvard Súni Ludvig Dagurin verður hildin í Matstovan Garðslon, Vágur, frá kl.15.

Silas Kennethsson, Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Lopra, frá kl.15.

Bára Heradóttir Silvurdal. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Vágs kappróðrarfelagið, frá kl.15.

Anna Sofía Stenberg. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum, Vágur, frá kl.16.

Emma Kjærbo-Veyhe. Dagurin verður hildin í skúlanum í Porkeri, frá kl.15.

Britt Jónsdóttir Jespersen, Dagurin verður hildin í skúlanum í Sumba, frá kl.15.

Femja Hjalt Bech Dagurin verður hildin í Húsi við Á í Porkeri, frá kl.15.

Olivia Mortensen Dagurin verður hildin í Pakkhúsinum, Vágur, frá kl.15.

Eva Sofía Kjærbo Dagurin verður hildin í Samkomuhúsinum í Sumba, frá kl.15.

Lea Daviðsdóttir í Trøðini. Dagurin verður hildin í Jómsborg, Vágur, frá kl.15.

Jórun Winther Dagurin verður hildin í kantinuni á Miðnámsskúlunum í Suðuroy, Hov, frá kl.14.

Sandra Brimstrond Bech, Dagurin verður hildin í bygdaskúlanum í Hovi, frá kl.15.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025

65
Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Christianskirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Í morgin, pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Christianskirkjuni í Klaksvík við Marjun Lómaklett, presti.

Konfirmantarnir eru hesir:

Petrina Tummasardóttir Venned. Dagurin verður hildin í Kappróðraneystinum frá kl 16.

Fríða Sundsskarð. Dagurin verður hildin heima, undir Grashjalla 5, frá kl. 17.

Emilia Lamain Rubeksen. Dagurin verður hildin Undir Klakki 25, frá kl 16.

Ása Bjørg Midjord. Dagurin verður hildin á Faktorsvegur 6 (gamla Roykivirkið) frá kl 15.

Durita Davidsen. Daguri verður hildin heima, Fornavegur 41, Norðoyri, frá kl 15.

Karin Didriksen Lassen. Dagurin verður hildin í Húsmøðrafelagnum Bøgøta 3, frá kl.16.

Fía Lý Gunnhildardóttir í Kongsstovu. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi frá kl. 17.

Hjørdis Jákupsdóttir. Dagurin verður hildin í Skálanum, Bøgøta 11, frá kl 15.

Sára Jónsson. Dagurin verður hildin í kantinuni á Tekniska skúla frá kl 15.

Íðunn Vár Bláskor. Dagurin verður hildin í Gamla Seglhúsi á Klaksvíksvegi 48, frá kl 16.

Hjalti Thomsen. Dagurin verður hildin heima, Heygavegur 50, frá kl.17.

Gabriel í Mittúni. Dagurin verður hildin í kirkjukjallarinum, frá kl 17.

Rógvi Vilhelm. Dagurin verđur hildin í bygdahúsinum í Kunoy frá kl 16.

Jákup Dion Fonsdal Frederiksen. Dagurin verður hildin í róðrarnestinum í Árnafirði, frá kl 17.

Benjamin Johansen Havn. Dagurin verður hildin heima, Oman Reyðhús 16, frá kl 17.

Benjamin Williamsson West. Dagurin verður hildin í Varpinum, frá kl 16.

Nicolas Dos Santos Jacobsen. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum Nólsoyar Pálls á Gerðagøta 11, frá kl 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025

66
Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

-

Pálmasunnudag, í morgin kl. 11 verður konfirmatión í Fuglafjarðar kirkju við Gerhard J. Mikkelsen, presti:

Konfirmantarnir eru hesir: 

Akihiro Jared Antonio Doronila - Opið hús frá kl 16, Bowlinghøllin í Leirvík

Andrias Jacobsen - Opið hús frá kl.16, Sevdalsvegur 1, Fuglafjørður

Búgvi Hansen - Opið hús heima, Samognarbøur 21, Leirvík, frá kl. 17.

Dánjal Steinhólm - Opið hús heima frá kl.16, Við Garð 18, Leirvík

Dávid Hansson Krosstein - Opið hús frá kl.16, í Víkingahúsinum (LÍF húsinum) í Lerivík

Alexandur Hammer - Opið hús frá kl 16 í Skótahúsið, Ennivegur 28, Fuglafjørður

Eva Nón - Opið hús, Garðavegur 1, Fuglafjørður, frá kl 16.

Gestur Pætursson - Opið hús frá kl.16, Niðri á Støð 1, Glyvrar (Bátafelagið á Bakka)

Kristbjørg Jóhanna á Hólalagnum - Opið hús frá kl.16 í missiónshúskjallaranum í Leirvík

Liam Rud Jensen - Opið hús frá kl.16, Miðnám á Kambsdali

Remi Satish Langgaard Nagurset - Opið hús frá kl 16, Heðriksmørk 23, Leirvík

Róar Elmarsson - Opið hús frá kl.15, Bøvegur 71, Fuglafjørður

Ronja Jógvansdóttir Ryggshamar - Opið hús frá kl.16, Børkugøta 17, Kambsdalur.

Sámuel Jóhannusarson - Opið hús frá kl.15 í ÍF húsinum í Fløtugerði, Fuglafjørður.

Sirið Vesturdal Vesturtún - Opið hús heima, Børkugøta 15, Kambsdalur, frá kl.16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025

67 Leygardagur 12. apríl 2025

Konfirmantar í Hvalvíkur kirkju

-

 
SkrivaÐ:

-

Í morgin, pálmasunnudag, kl. 11 verður konfirmatión í Hvalvíkar kirkju. Prestur er Jákup E. Petersen.

Konfirmantarnir eru hesir:

Adrian Kjeld Joensen. Dagurin verður hildin í Róðraneystinum í Streymnesi frá kl. 16

Elias Hammer Hansen. Brekkugerði 12, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Gilli Haraldsson. Traðavegur 41, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16

Hans Karl Hellisá. Heinagerði 9, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15

Henry Fuglø. Hvalvík. Dagurin verður hildin á Traðavegi 26, Streymnes frá kl. 16

Jacob Slættalíð. Streymnes. Dagurin verður hildin í skúlanum á Langasandi frá kl. 15

Joan Bjarnadóttir Clausen. Hvalvík. Dagurin verður hildin í Sundalags Bátafelag, á keiini í Hvalvík frá kl. 15

Jónas Arnbjørnsson Láadal. Traðavegur 47, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16

Oddvør Alberta Kimsdóttir. Traðavegur 16, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16

Rói Sørenarson. Brekkugerði 14, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16

Rókur Magnusarson. Streymnes. Dagurin verður hildin í Hvalvíkar Missiónshúsi frá kl. 15

Samson Gunleifsson Hansen. Hvalvík. Dagurin verður hildin í Heinagerði 9, Streymnes frá kl. 15

Sesilia Frederiksen. Brekkugerði 6, Hósvík. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum frá kl. 15


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025