

Leygardagur 19. apríl 2025 | Nr. 16 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 7
SíÐa 31
SíÐa 19
SíÐa 16
SíÐa 33
SíÐa 13
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Páskirnar eru ikki bert ein hátíð, ið minnir okkum á trúgv og endurreisn; tær eru eisini eitt náttúrlig markamót millum vetur og vár. Nú vit eru væl inni í páskavikuni, kennast dagarnir nógv longri, ljósið sterkari, og náttúran sjálv byrjar at anda nýtt lív. Fuglasongur, grønir spírar og vermandi sólstrálur minna okkum á, at vár er komið – og við várinum kemur vón.
Í Føroyum eru páskirnar ofta merktar av veðurlagsliga óstøðugleika – skiftandi millum sól, kava, lýkku og kulda. Men hóast mars og apríl ikki altíð geva okkum summarligt veður, er tað, sum um andin í várinum kortini fyllir okkum við einum serligum lætta. Tað er eitt undur hvørt ár, at hóast kulda og myrkur í fleiri mánaðir, so titar lívið framaftur við slíkari styrki.
Páskirnar bera eisini við sær familjusamveru, siðir og afturvendandi eyðkenni, sum vit gleða okkum til: smálomb, páskaegg, blómur og fuglarnar, sum vitja aftur. Tað er ein tíð, har vit í størri mun enn annars leita út fyri at uppliva náttúruna vakna aftur. Tað er, sum um páskirnar ikki bara hátíðarhalda eitt undur fyri trúgvandi, men eisini fyri okkum øll – undrið av sjálvum lívinum, sum vinnur á myrkrinum.
Tað er ikki uttan orsøk, at vár ofta verður sett í samband við vón og nýggjar byrjanir. Tað er í hesum tíðum, at vit eisini sjálvi kenna eina hug at byrja av nýggjum, leggja gamlar byrðar aftur um okkum og hyggja frameftir við lættari sinni. Tað kann vera ein lítil broyting – ein nýggj arbeiðsætlan, ein heilsubetri vani, ella bara ein nýggjur máti at skoða lívið uppá.
Tí kann tað eisini vera gott í páskahalguni at steðga á eina løtu, at takka fyri alt tað, sum veruliga hevur týdning: familjuna, vinalagið, heilsuna og møguleikan fyri nýggjum byrjanum. At minnast til, at eins og várið ikki kemur brádliga, men spakuliga vinnur á vetrinum, so vaksa eisini vit – smátt um smátt, dag fyri dag.
Gleðiligar páskir og eitt frískligt vár øll somul!
Articon ger tunlar til Havsbrún og Bergfrost
Í Fuglafirði arbeiðir ArtiCon við at gera tveir nýggjar tunlar – ein til Havsbrún og ein til Bergfrost.
Tunlarnir skulu nýtast sum goymslur hjá feløgunum. Spreingingin varð liðug í januar, og síðan hevur verið arbeitt við at gera tunlarnar klárar.
Tunnilin hjá Havsbrún er 985 metrar langur. Her eru seinastu tíðina stoyptir umleið 2.000 fermetrar av undirlagi um dagin, og nú er eisini farið undir at gera brunnar og frárensl. Arbeiðið gongur sum ætlað og verður skjótt liðugt.
Tunnilin hjá Bergfrost er 899 metrar langur. Hann er ein útbygging av verandi goymslu hjá felagnum, og her skal eisini gerast ein maskinhøll til tekniska útgerð. Jørðarbeiðið er um at vera liðugt, og síðan verður farið undir at stoypa undirlagið. Ætlandi verður tunnilin liðugur í juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025
Síðsta dekkplátan kom uppá pláss í vikuni. Við henni er lok lagt á hotellið við 83 kømrunum - nú kann bjálvingin og liðuggerð av tekjuni byrja
Tað gongur framá at byggja nýggja hotellið í miðbýnum í Klaksvík. Mikudagin kom síðsta dekkplátan upp á pláss. Við henni er lok lagt á hotellið við 83 kømrunum - eins og bjálvingin og liðuggerð av tekjuni nú kann byrja, skrivar Norðlýsið.
Dekkelementini eru forstoypt uttanlands, og eru komin við stórum lastbilum á byggiplássið í stríðum streymum.
(Mynd: Dávur Winther)
Nærmasti grannin, sum eru leiguíbúðir hjá LÍV, er eisini væl ávegis. Har skulu byggjast tvær hæddir afturat nærmast við Biskupstorg og ein hædd afturat móti miðbýnum. Tey vænta at hava reisigildi um Norðoyastevnuna, skrivar Norðlýsið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2025
Høllin er góðkend til 4.700 fólk til konsertir, men reglugerðin og møguleikarnir eru øðrvísi, tá tað er hondbóltur, staðfestir Regin W. Dalsgaard . Tað snýr seg eisini um raðfestingar og upplivingina við at vera til dyst
- Tað er sjálvsagt als ikki í lagið, at atgongumerkjasølan til landsdystir ikki gongur smidliga. Tí skulu vit hyggja uppá hetta og gera av, um vit skulu hava eina nýggja skipan.
Hetta staðfestir Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir fyri Portalinum.
Fríggjadagurin 11. apríl var ikki ein so góður dagur fyri Tjarnir, Hondbóltssamband Føroya og atgongumerki.fo. Ein ógvuliga stór mongd av fólki vildi inn at keypa atgongumerki til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Ukraina. Skipanin, sum smidliga skal gera, at fólk kunnu keypa síni atgongumerki, krassjaði.
Regin Dalsgaard er greiður í vikuni aftaná, og vit spyrja hann eisini um støðuna sum heild: Kundu ikki fleiri fólk sloppið inn í høllina, nú tá eftirspurningurin er so stórur, serliga til hondbóltsdystirnar hjá manslandsliðnum:
- Høllin við Tjarnir er góðkend til 4.700 fólk til konsertir. Tá hava vit, í mun til hondbóltsdystir, sjálvt gólvið tøkt. Sum nú er, er høllin góðkend til 3.050 fólk til hondbóltsdystir. Tað krevur ógvuliga nógv at fáa broytt tað so, at talið hækkast.
Stjórin fyri stórhøllini dylur ikki fyri, at tað var ein avgerð, sum man tilvitað tók. At høllin ikki skuldi vera alt ov stór. Hetta hongur millum annað saman við, at tey vita ikki hvussu stórur áhugin verður um til dømis fimm ár, og at ynskið ikki er, at nógv tóm setur vera til landsdystir..
- Eg trúgvi tó uppá, at áhugin verður eins stórur og eisini innan aðrar ítróttargreinar. Hondbólturin er fyrimynd fyri aðrar ítróttargreinar og ikki minst, at vit arbeiða málrættað eftir at kunna hýsa altjóða kapparnar. Tí karmarnir eru jú fantastiskir.
Regin Dalsgaard til upplatingartiltakið við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tey fegnast um stóra áhugan, og tað hevur verið eitt sindur uppi at vent hvussu til ber at hækka talið av áskoðarunum til ítrótt.
Hetta er tó ikki bara sum at siga. Tað snýr seg um reglugerðir innan trygd - brandtrygd verður nevnt.
Tað er ikki ein ítøkilig ætlan, tí um fleiri enn 3.000 fólk til dømis skulu inn til hondbóltslandsdystir, so er neyðugt við útbygging. Tað er ikki gjørilgt at bara gera ein balkong afturat, og fleiri setur kunnu fáast inn, tí tað snýr seg um trygd og reglugerð innan byggisamtykt.
Fyri Regin W. Dalsgaard hevur tað eisini snúð seg um, at tey sum koma til hondbóltsdyst í Hoyvíkshaganum skulu fáa eina góða uppliving.
11. mai verður aftur fult hús við Tjarnir, tá umleið 3.000 føroyingar fara at stuðla sínum manslandsliðið í stríðnum um at koma til EM í hondbólti í januar komandi. Sum nú er, er høllin góðkend til 2.200 sitipláss og 850 standipláss kring hondbóltsgólvið við Tjarnir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Løgreglan boðaði í vikuni frá, at ein maður er skuldsettur fyri at skemma ísraelska flaggið - viðkomandi fær eisini eina størri revsing
Tað elvdi til øsing og kjak, tá eitt mótmælistiltak uttan fyri Finsen týskvøldið í undanfarnu viku gjørdist eitt sindur ófriðarligt.
Áhoyrarar hjá vinafelagnum Føroyar-Ísrael fingu ákoyringar sum "barnamordarar" á veg inn og út, tá fólk frá Samhugi við Palestina vístu sína ónøgd við, at Lilach Ashtar var ein av røðarunum. Hon hevur virkað sum hernaðarleiðari við norðrara landamarkið í Ísrael í krígnum millum Ísrael og Hamas í Gasa.
Eitt av mótmælisfólkunum fór avstað við einum ísrealskum flaggi. Hesin maðurin hevur sagt við Frihedsbrevet, at "flaggið datt niður úr einum vindeyga í Finsen".
Tað varð ikki borið aftur, men endaði á standmyndini av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum við áskriftunum "Fuck Ísreal" og "Takk fyri lán".
Funnið er fram til persónin, sum framdi hetta, og viðkomandi verður skuldsettur fyri at kemma ísraelska flaggið, boðar løgreglan frá.
Tað er ólógligt at taka og skemma fløgg hjá londum, og tað kann hava fongsulsrevsing við sær. Í hesum førinum verður tó helst bert talan um bót.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini staðfestir tó samstundis, at maðurin fer at fáa eina aðra skuldseting. Tað kann vera fyri stuldur, men eisini fyri "rán", sum er eitt grovari brot.
Hetta er, um harðskapur ella hóttanar eru framdar í samband við, at okkurt er tikið. Fleiri avhoyringar skuldu gerast, staðfesti løgreglan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Gjørdist yngsti stjórnarleiðari í Íslandi nakrantíð, tá hon tók við valdinum eftir altingsvalið í desember
Javnaðarflokkurin fær forkunnuga vitjan á landsstevnuni 10. mai, tá íslendski stjórnarleiðarin, Kristrún Frostadóttir, kemur til Føroya at halda gestarøðu.
Landsstevnan verður hildin í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
36 ára gamla Kristrún er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, sum á valinum í desember gjørdist størsti flokkur í Íslandi. Flokkurin vann valið við einum greiðum boðskapi um at betra livikorini hjá vanligum fólki og loysa bústaðarkreppuna, sum ávirkar nógvar íslendingar.
Eftir valið skipaði Samfylkingin stjórn við Viðreisn og Flokki fólksins við Kristrún á odda. Tá gjørdist hon samstundis yngsti stjórnaleiðari í Íslandi nakrantíð.
Kristrún Frostadóttir er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur starvast sum bæði ráðgevi, fjølmiðlafólk og granskari, áðrenn hon fór upp í politikk. Hon varð fyrstu ferð vald í Altingið í 2021, og longu árið eftir gjørdist Kristrún forkvinna í Samfylkingini.
Landsstevna Javnaðarfloksins verður hildin leygardagin 10. mai við Tjarnir í Havn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2025
12,9 milliardir krónur eru útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar, og tað er 680 milliónir meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar
Í tíðarskeiðnum apríl 2024 til mars 2025 vórðu 12,9 milliardir krónur útgoldnar í lønum.
Tað er 680 milliónir meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar - ein vøkstur á 5,5 prosent, skrivar Hagstovan.
Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum, sum er eitt prosent hægri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar.
Av samlaða vøkstrinum á 680 milliónir krónur, áttu kvinnurnar 54 prosent við 368 milliónum krónum.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá monnum var lønin fýra prosent hægri.
Í mars var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 35.380 krónur - átta prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.
Í mars fingu kvinnur 28.567 krónur í miðal, sum er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.582 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin næstan tíggju prosent hægri hjá monnum og seks prosent hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2025
Herfyri var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið, og avgerð er tikin um at lata 53 milliónir krónur út til limirnar og 30 milliónir krónur til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemið hjá samtakinum
Hetta verður 4. árið á rað, at Betri samtakið letur limakrónur.
Farna fríggjakvøld var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið. Har varð staðfest, at avlopið eftir skatt gjørdist 431,4 milliónir krónur
Árið 2024 var merkt av methøgum tryggingarskaðum. Tó gjørdist árið 2024 tað besta higartil hjá Betri samtakinum, hetta orsakað av búskaparligu gongdini við øktum útlánsvirksemi og góðum avkasti av virðisbrøvunum.
- Men við øllum virksemi eru avbjóðingar. Heimurin er merktur av ótryggleika og sera stór sveiggj síggjast á partabrævamarknaðinum í løtuni. Tí er tað umráðandi fyri bæði kundar og samtak, at vit standa trygg og sterk. Og tað er júst tað vit gera. Vit hava holla grund at standa á, sigur Jens Johan Dam, formaður.
Eginognin er 4,4 milliardir krónur. Solvensurin er 37,9 prosent, og øll dótturfeløgini liva upp til galdandi kapitalkrøv.
Síðan 2021 hevur felagið latið limunum limakrónur við eini upphædd svarandi til 10 prosent av tryggingargjaldinum. Sama ár valdi felagið eisini at hækka upphæddina til samfelagsgagnligt stuðulsvirksemi, soleiðis at møguligt er at vera við í størri verkætlanum.
Við Tjarnir var fyrsta stóra verkætlanin, sum Betri hevur luttikið í, og vit kunnu nú fegnast um, at høllin er tikin í brúk og hevur fingið góða móttøku. Av øðrum verkætlanum, sum eru játtaðar seinasta árið, kunnu nevnast útbygging av umsorganarheiminum Gloria, trygdarútgerð til fleiri ymsar felagsskapir, vindatlas fyri Føroyar og aldutangi til gagns fyri fleiri granskingarverkætlanir.
Nýggjur nevndarlimur
Tríggir av teimum seks nevndarlimunum stóðu fyri vali. Nývaldur í nevndina er Hallur Thomsen, ið kemur inn fyri Petur Elias Nielsen. Hallur Thomsen hevur seinastu 8 árini staðið á odda fyri Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Mortan Simonsen og Tóra við Keldu halda fram í nevndini.
Harumframt eru Jens Johan Dam, Poula Michelsen og Jákup Egholm Hansen í nevndini. Jens Johan Dam heldur fram sum formaður og Poula Michelsen sum næstforkvinna.
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025
Roknskapurin fyri 2024 vísir eitt avlop á 12,8 milliónir krónur - 5,1 milliónir verða útlutaðar sum vinningsbýti til eigararnar
Aðalfundur varð hildin fríggjadagin 11. apríl, har Elektron aftur í ár kundi leggja fram eitt sera positivt úrslit og vísa á støðuga framgongd.
Starvsfólk, leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnað, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Tað er greitt, at tann góða gongdin heldur fram. Úrslitið fyri 2024 var 12,8 milliónir krónur eftir skatt.
Figgjarstøðan javnvigar við 97,1 milliónum krónum, og eginognin er bókað til 61,8 milliónir.
Elektron hevur samtykt at útluta 5,1 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen og Marner Mortensen, meðan starvsfólkaumboðini eru George Poulsen og Tim Wentzlau.
Ein støðugur veitari í 60 ár
Í ár eru 60 ár liðin, síðan Elektron varð stovnað. Ígjøgnum árini hevur fyritøkan staðið sum ein álítandi veitari av KT-loysnum til bæði almennar og privatar kundar kring alt landið.
Elektron veitir dygdargóðar heildarloysnir, har trygd, haldføri og rakstrarvissa altíð hava verið í hásæti. Við drúgvum royndum og høgari fakligari vitan hevur fyritøkan verið ein virkin partur av at menna føroyska KT-infrakervið – og hevur við sínum tænastum latið sítt íkast til ein tryggari, smidligari og meira effektivan gerandisdag hjá føroyska borgaranum.
Elektron arbeiðir miðvíst við at varðveita dygd og álít, og hevur sum mál at skapa varandi virði – fyri kundar, samstarvsfelagar og samfelagið í síni heild.
Nevnd og leiðsla í Elektron: Frá vinstru Jean Djurhuus, Tim Wentzlau, Brian Smedemark, Ulla Joensen, stjóri, Marner Mortensen, Jan Ziskasen og George Poulsen (Mynd: Erla Rajani Ziskasen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Farna leygardag læt Navia nýggjan handil upp í gamla handilsbygninginum hjá Andreasi í Vágsbotni
Farna leygardag var móttøka í sambandi við, at Navia læt nýggjan handil upp í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni.
Fleiri spent fólk møttu upp tá dyrnarnar aftur vórðu latnar upp í gamla handlinum.
- Tað er altíð spennandi, tá nýtt letur upp í miðbýnum og leggur aftrat við nýggjum lívi. Hvussu fer at síggja út? Hvat verður at fáa? Og hvussu fara fólk at taka ímóti tí nýggja?
- Eg ivist ikki í, at nýggi handilin í verður eitt gott íkast til okkara miðbý, segði Elsa Berg, borgarstjóri, í røðu sínari leygardagin.
(Myndir: Tórshavnar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
Hetta fyri at fáa fatur á størri kvotu
Christian í Grótinum-samtakið hevur gjørt avtalu við eigararnar av uppsjóvarskipinum Jupiter um keyp av skipi og kvotunum.
Sáttmálin er ikki undirskrivaður, men sambært Jan Petersen, stjóra í Christian í Grótinum-samtakinum, er avtalan næstan komin uppá pláss. Tað upplýsir hann fyri útvarpinum í vikuni.
Jupiter verður sostatt heimahoyrandi í Klaksvík, men tað er fyri kvoturnar, at reiðaríið keypir skipið.
Við dagsins kvotum kann Jupiter fiska umleið 9.300 tons av svartkjafti, 1.500 tons av makreli og umleið 1.100 tons av norðhavs- og heystgýtandi sild í ár.
Jupiter verður helst selt tá tíðin er tann rætta, sigur Jan Petersen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Reiðaríið hjá uppsjóvarskipinum Biritu í Havn hevur ongar ætlanir um at gevast við sínum virksemið
Í vikuni bar Kringvarpið tíðindini um, at felagið aftan fyri Christian í Grótinum og Norðborg í Klaksvík, er í gongd við at keypa uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði við kvotum.
Jan Petersen, stjóri í samtakinum í Klaksvík, segði at orsøkin var at felagið mátti tryggja sær fleiri kvotur soleiðis, at grundarlag er fyri at hava tvey skip í uppsjóvarvinnuni.
Vit hava sett okkum í samband við Birgir Lützen, sum er reiðari á uppsjóvarskipinum Biritu, sum hevur heimstað í Tórshavn, og spurt um teir hava ætlarnir um at selja, nú kvoturnar eru minkaðar síðani londini hava gjørt sínamillum fiskivinnuavtalur, og sum er ein av teimum minni aktørunum í uppsjóvarvinnuni.
- Vit hava fingið onkrar fyrispurningar upp á skip og kvotur, men vit hava einki ynski um at selja, av tí at vit ynskja at okkara børn og barnabørn einaferð skulu fáa møguleikan at fáa lut og møguleikan at virka í hesari vinnuni, sum vit eru í, sigur Birgir Lützen, reiðari.
Hann leggur aftrat, at hann ynskir ikki at alt tilfeingið skal enda hjá nøkrum fáum familjum, og tí er ikki áhugi at selja, men heldur at halda fram.
Spurdur um felagið hevur eitt nóg sterkt grundarlag at halda fram nú kvoturnar minka sigur reiðarin, at tað er á markinum, men vónar at kvoturnar fara at økjast aftur, ella at onkur annar bati verður.
- Vit hava sæð tað seinastu árini at tað eru nakrar fáar familjur, sum eiga nógv tað mesta í uppsjóvarvinnuni, og nú tá ið vit hava fingið møguleikan at sleppa framat hesum tilfeinginum, ynskja vit ikki at gevast og selja til ein av teimum stóru aktørunum, sum frammanundan eigur nokk, sigur Birgir Lützen, reiðari.
Birita er skrásett í Tórshavn, og er bygd í 1999. Skipið hevur kvotur eftir makreli, svartkjafti og norðhavsild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Jákup Sverri hevur gjørt ekkókanningar sunnan fyri Føroyar
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl í ár.
Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini. Her var talan serliga um 2020- og 2021-árgangirnar. Meginparturin av hesum fiskinum hevði gýtt.
Longur norðuri í føroyskum øki var bæði tann størri svartkjafturin og nakað av ársgomlum óbúnum svartkjafti at síggja. Miðallongdin var gott 25 sentimetrar, og miðalvektin um knapt 100 gramm.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Niðurlondum.
Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd síðst í apríl, skrivar Havstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Handlarnir Glimmur í Havn og Saltangará hava avbjóðingar av ungum gentum, sum stjala smúkkur úr handlunum
Løgreglan hevur í vikuni eyðmerkt tvær ungar gentur, sum nú hava havt vitjan av løgregluni og skuldsettar fyri stuldur úr handli, sum selur prýðislutir.
Talan er um handilin Glimmur, sum hevur deild bæði í gongugøtuni í Havn og á Glyvrum. Hesir handlar hava til tíðir stórar trupulleikar av ungum gentum, sum fara avstað við lutum uttan at rinda fyri teir.
Orsaka av hesum, hava handlarnir eisini góð vakmyndatól.
Løgreglan arbeiddi í vikuni við upptøkum úr hesum handlum, sum selja smúkkur og aðrar prýðislutir.
- Upptøkurnar eru so mikið góðar, at vit lættliga kunnu eykmerkja genturnar, sum hava stjolið í handlinum, greiddi vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.
Hann sigur, at vanliga er tað so, at stórir hópar av ungum gentum koma inn í handilin fyri at royna tær ymsu lutirnar, sum handilin hevur at selja. Og so er tað ofta, at genturnar fara út aftur og hava "gloymt" at leggja vørurnar aftur ella at rinda fyri tær.
Løgreglan arbeiðir nú við tveimum málum um handilsstuldur. Genturnar eru eyðmerktar, og løgreglan herur ella fer at seta seg í samband við tær og foreldur teirra. Tá talan er um so ung fólk, verða sosialu myndugleikarnir í kommununi hjá teimum eisini kunnaðir um hendingina.
Verða genturnar funnar sekar í handilsstuldri, kunnu tær rokna við, at tilburðurin fer at standa í teirra revsiváttan í hvussu so er í eitt til tvey ár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Faer Isles Distellery er komið við nýggjum heilt serligum akvavitt til páskirnar
Nú á páskum er Faer Isles Distillery komið á marknaðin við heimsins fyrsta spiritus, ið nýtir ein serligan tara, sum livir her um okkara leiðir. Á føroyskum eitur hann 'loðin skeggtari', men á enskum hevur hann meira leskiliga heitið 'ocean truffle seaweed', ið vísir á serliga smakkin, sum minnir nógv um dýru delikatessuna, trøflur.
Felagið hevur arbeitt í fýra ár við at menna vøruna fyri at fáa fram serstaka, kremuta trøflusmakkin við einum farra av sjóráka.Vøran er ment í samstarvi við Agnes Mols Mortensen, sum herfyri varð nevnd "Taradrotningin" í dokumentarinum hjá KvF. Hon er stjóri í Spf Tara og serfrøðingur í tara.
Felagið hevur sent smakkiroyndir til serfrøðingar uttanlands, og teir hava verið bergtiknir. Gjøgnumbrotið á amerikanska marknaðinum kom í stóran mun, tí amerikanski distributørurin var so hugtikin av júst Ocean Truffle Akvavit.
Tarin veksur á øðrum tara og kann tí ikki alast eins og onnur tarasløg, men má takast av kavarum. Eisini er hann ymiskur í mun til, hvar hann er funnin. Tey í Spf Tara hava funnið júst besta staðið í landinum, har streymur og onnur vakstrarlíkindi eri best. Somuleiðis kann hann bara takast ein part av árinum, og nøgdirnar eru tí avmarkaðar, og tað má gerast burðardygt í mun til náttúruna. Afturfyri er smakkurin sera sterkur, so bara lítlar nøgdir skulu brúkast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Ábendingar eru um, at alt færri børn í Føroyum verða koppsett sambært tilmælunum í barnakoppsetingarætlanini, og Heilsustýrið fer nú at kanna, hví so er
Heilsustýrið fer nú at kanna orsøkina til lækkandi undirtøkuna fyri barnakoppseting, og sum liður í hesum verður ein hugburðskanning nú gjørd.
Øll foreldur at børnum undir seks ár fáa tí í hesum døgum innbjóðing sendandi á Vanganum um at luttaka í eini spurnakanning um hugburð til barnakoppseting.
– Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur, t.d. tey, ið eru ov sjúk at verða koppsett, og nýføðingar. Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum hevur til endamáls at verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum við at koppseta tey eftir einum tilmældum leisti. Mælt verður til, at barnið fær fyrstu koppsetingina, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt, skrivar Heilsustýrið.
Málið hjá Heilsustýrinum er at kanna, hvønn hugburð foreldur í Føroyum hava til at koppseta síni børn. Spurningarnir í kanningini snúgva seg í høvuðsheitum um hugburð og álit, og væntandi fáast ábendingar um møgulig ivamál ella forðingar, foreldur hava viðvíkjandi barnakoppseting.
Úrslitini frá kanningini verða brúkt til at gera greiningar, sum ætlandi kunnu brúkast sum grundarlag í arbeiðinum at kunna um barnakoppseting. Líknandi kanningar verða javnan gjørdar kring heimin.
– Hagfrøðisliga virðið á kanningini er knýtt at luttakaratalinum, so tess fleiri svara, tess meira eftirfarandi eru kanningarúrslitini. Umráðandi er eisini at fáa breiða umboðan úr øllum landinum, og at bæði mammur og pápar luttaka. Heilsustýrið heitir tí á øll, sum hava fingið innbjóðing, um at taka væl í móti kanningini og geva sítt íkast við at svara. Tað tekur umleið fimm minuttir at svara, skrivar Heilsustýrið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
Henrik Weihe Joensen, sum áður hevur skipað fyri friðargongu og friðarkonsert í Havn, bjóðar nú til friðarráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin í Løkshøll mánakvøldið 5. mai kl. 19
Friðarráðstevnan tekur støði í friðargonguni, sum varð hildin í fjør og friðarkonsertini fyrr í ár. Grundað á slagorðini frá Friðargonguni og Friðarkonsertini - “Ja til Friðartilgongdir og Nei til Vápnadubbing” – so hevur Friðarráðstevnan til endamáls, at varpa ljós á, hvussu verður komið víðari við friðartilgongdum í krígsraktu økjunum í Ukraina og Miðeystri; hvørjir møguleikar eru fyri veruligum friði millum londini, ikki bara vápnahvíld.
Í hesum sambandi snúgva viðurskiftini rundanum kríggj ella frið seg eisini um lívsvirðir, lívs- og mentanarfatan, menniskja- og javnrættindi. Og spurningurin er, um vit bara kunnu lata standa til við øktari polarisering við fígginda- heldur enn vinamyndum, meðan ósek menniskju dagliga lata lív av krígsávum?
Hesi viðurskifti verða umrødd á Friðarráðstevnuni við luttøku av Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, Jógvani Dalbø Hansen, heimspekingi, Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogspresti og Hallu Nolsøe Poulsen, stjóra í Nora.
Maria Shvets Olsen, ið er ættað úr Ukraina, fer eisini at siga nøkur orð. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, innleiðir friðarráðstevnuna og Rani Nolsøe spælir nøkur løg.
Friðarráðstevnan er, eins og Friðargongan og Friðarkonsertin vóru, politiskt og átrúnaðarliga óheft við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.
Høvi verður at melda seg til Friðarrørslu, ið ætlanin er at stovnseta.
Lívleysar fólkafinnur í stórpolitiskum leiki
fluttar á borðið hinumegin,
tí kongafólk ikki funnu
rættan friðarleik
á borðinum hesumegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2025
Tita verður heitið á matstaðnum, har dentur verður lagdur á, at tað skal vera fólksligt. Latið verður upp í dag
Tað verður nú Tjóðhild Patursson, sum fer at reka matstaðið í Norðurlandahúsið. Hetta verður latið upp leygardagin 19. apríl sum eitt "støkkupp" matstað.
Hesum boðar Norðurlandahúsið frá.
- Dentur verður lagdur á at vera eitt fólksligt matstað, har nógv fólk kunnu savnast um mat. Fyri hvønn dag verður ein fastur rættur á middegi, umframt at tey borðreiða við morgunmati, tvíflísum, køkum og kaffi.
Tita letur upp í dag, páskaaftan klokkan 10, tá ein páskamorgunmatur verður á skránni, umframt at børn kunnu lita kókað egg til páskaegg.
Umframt til tiltøk í Norðurlandahúsinum, verður opið allar vanligar dagar.
Tjóðhild Patursson hevur eisini hevur matstaðið Ástaklokkan á Reyni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
J&K Petersen fara undir at grava eftir páskir - arbeiðið verður væntandi liðugt í september
Nú er klárt at fara undir arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Sandavági. Vága kommuna skrivar, at fyrireikandi arbeiðið er byrjað, og at sjálvt arbeiðið fer í gongd stutt eftir páskir.
Sáttmáli varð undirskrivaður við J&K Petersen fyri jól um at gera arbeiðið, sum eftir ætlan skal vera liðugt í september í ár.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar skrivar, at tað hevur verið eitt drúgt fyrireikandi arbeiði, har fleiri ymisk ivamál og spurningar hava verið viðgjørd – millum annað um hæddina á botninum í mun til hægsta vatnstand. Kanningar og úrslit vísa tó, at ongin trupulleiki er við hesum.
Talan er um, at útbyggingin skal fevna um 190 nýggj gravpláss vestan fyri verandi kirkjugarð. Arbeiðið er partur av eini longri ætlan hjá Vága kommunu um at tryggja nøktandi umstøður og rúmd til framtíðar tørv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
Vøran er ikki mekt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at verða givin børnum undir eitt ár, og tað er orsøkin til afturkallingina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Tvey sløg av hunangi, sum eru seld í føroyskum handlum, verða nú afturkallað. Tað er Coop Danmark, sum afturkallar tvey sløg av hunangi av merkinum Beeliz.
Orsøkin er, at vøran ikki er mekt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at verða givin børnum undir eitt ár, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum minnir á, at børn undir eitt ár ikki mugu fáa hunangin.
Annars er tó eingin vandi við vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Vørurnar, sum verða afturkallaðar:
BEELIZ Honning Cremet 250g
Best fyri: 19/12-2026
EAN-strikukota 3088541018910
BEELIZ Honning Flydende 250g
Best fyri: 19/12-2026
EAN-strikukota: 3088541018903
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025
Eysturríkski sangarin og tónleikaframleiðarin kemur til Føroya í august
Eysturríkski sangarin og tónleikaframleiðarin DJ Ötzi verður við á Summar Festivalinum í Klaksvík í ár, og lagt verður upp til ordans poppveitslu við kendum sangum, veipandi ørmum og felagssangi.
DJ Ötzi fekk stórt altjóða gjøgnumbrot í 2000 við sanginum "Hey Baby", sum framvegis verður roknaður sum risahitt, og eitt nú er at hoyra til alskyns ítróttartiltøk. DJ Ötzi hevur eisini eina framúr útgávu av sanginum "Sweet Caroline", sum er nógv at hoyra.
Síðani 2000 hevur DJ Ötzi givið nógvan tónleik út og hevur framført til øll hugsandi tiltøk. DJ Ötzi er stór stjørna í týskttalandi londunum, men hann hevur eisini røkt altjóða marknaðin við sangum og framførslum.
Hann hevur gjørt veitslukendar útgávur av sangum sum "Doo Wah Diddy", "Can't Take My Eyes Off Of You", "Summer of 69", og hann hevur givið tónleik út saman við Bellamy Brothers – eitt nú endurinnspælingar av sangum sum "Let Your Love Flow og "I Need More Of You".
DJ Ötzi kemur nú á fyrsta sinni til Føroya at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann bæði framleiðir tónleik og syngur, og hann hevur ein vælspælandi bólk við sær til Føroya.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2025
Vælkendi gospelsangarin Russ Taff kemur til Føroya at hava konsert tann 9. juli - í Nebo á Toftum. Stuðulsgrunnurin GJAMMA-Live skipar fyri
Russ Taff er vælkendur innan kristna tonleikaheimin – heilt frá 70-árunum sum forsangari í “The Imperials”, har hann sang perluna “Praise the Lord” inn í hjørtuni hjá mongum og til tops á hitlistunum, sum solistur við fleiri útgávum, og seinnu árini sum partur av Gaither Homecoming og ikki minst Gaither Vocal Band. Russ taff hevur vunnið fleiri Grammy virðislønir.
Nú er Russ Taff aftur útgávuaktuellur, 'Cover Story' kom út í januar, og er eitt savn av hansara inniligu tulkingum av kendum sangum hjá m.o. so ólíkum artistum sum Prince, U2 og Blind Willie Johnson. Russ tulkar kendu sangirnar á sín heilt serstaka hátt – og eru framførslurnar hjá honum í dag sera inniligar og hjartabornar – sum bara ein maður við nógvum lívsroyndum kann gera tað.
Russ hevur verið nakrar ferðir í Føroyum fyrr, og hevur í hesum sambandi knýtt vinarbond við Føroyar og føroyingar. Útgávan “Faroe Islands”, sum Jákup Zachariasen stóð fyri saman við Óla Poulsen og Kristoffur Mørkøre, er prógv um tætta sambandið.
Nú fáa føroyingar so aftur møguleika at uppliva Russ Taff – tá hann trínur á pall í høllini í Nebo á Toftum. Við sær á ferðini hevur Russ Taff konu sína Tori, sum hevur fylgt honum og samstarvað tónlistarliga gjøgnum viðgongd og mótgongd í nærum 50 ár.
Konsertin við Russ Taff verður 9. juli kl.19.30 í Nebo á Toftum. Á palli saman við Russ verður framúrskarandi føroyskt orkestur, undir leiðslu av Henning Hjalt Nicodemussen, og koma teir at framføra løg av nýggju útgávuni umframt eitt úrval av sangskatti Russ Taff.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2025
Tveir finalistar afturat vórðu funnir leygarkvøldið
Ronja og Bolstad verða at síggja í finaluni í Sement 26. apríl. Tað er greitt eftir annað umfar í tónleikakappingini í Reinsarínum farna leygarkvøld.
Átta bólkar luttóku í umfarinum; hinir seks bólkarnir vóru Magnus King, Rúna Vang Kjærbo, Nafro, Julian Slick, SPÓK og Sigmunda.
Um Ronju segði dómsnevndin m.a. at bólkurin hevði "eitt sterkt konsept, feitar sangir, góðar tekstir, gott kór, og fantastiska rødd".
Bolstad hevði, sambært dómsnevndini "góðar tekstir, feita útstráling, og feitt konsept".
Í fyrsta umfari av Sement vóru tað bólkarnir Jarhzé og Ókendir, sum komu víðari til finaluna. Triðja umfar verður á skránni í kvøld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Í vikuni varð ein innbjóðing til bæði borgarar og vitjandi um at luttaka í fjølbroyttum og innihaldsríkum upplivingum kring alla Vága kommunu
Aftur í ár skipar Vága kommuna fyri Undurfagra mai – einum heilum mánaði við tiltøkum, sum varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap.
– Íblásturin til heitið og sjálvt innihaldið í mánaðinum kemur frá várliga og vakra sanginum Mai eftir Tummas N. Djurhuus, sum Lív Dam sang í 1989. Fyrsta linjan í sanginum – "Áh, tú undurfagri mai" – lýsir væl tann stemningin, sum Vága kommuna ynskir at skapa við hesum átakinum.
– Vit kunnu gleða okkum til ein spennandi mánað við einari rúgvu av tiltøkum, ið varpa ljós á náttúru, umhvørvi og mentan í Vága kommunu. Fleiri av teimum væleydnaðu og fjølbroyttu tiltøkunum frá Undurfagra mai í fjør ganga aftur í skránni í ár. Tað merkir, at borgarar aftur í ár kunnu gleða seg til mentanarlig tiltøk, sum fevna um ymiskt – bæði til børn, ung og vaksin.
Tiltøkini fyri Undurfagra mai verða kunngjørd á Facebook og Instagram, og samlaða skráin verður løgd út á www.vaga.fo, tá hon er klár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Ein norðmaður vitjar, umframt at leiðslupersónar í Kelduni hava orðið
Aftur í ár bjóðar samkoman Keldan í Skálafirði til stóra páskastevnu. Júst í ár eru tað 20 ár síðani páskastevna fyrstu ferð var í verandi samkomubygningi.
Heitið fyri páskastevnuna í ár er “Ein samkoma, fleiri ættarlið”, og endurspeglar hetta heitið júst hvat kemur at fara fram á páskastevnuni. Her verður nakað til øll ættarliðini. Talan verður um 10 ymisk møtir og 6 barnamøtir.
Til hesa stevnu eru fimm ymiskar talarar, – teir eru Pauli Høj, Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Fríði Sigurðsson, sum allir standa í leiðslu í Kelduni, og so verður norðmaðurin Mats-Ola Ishoel eisini við.
Mats-Ola hevur verið pastorur í Word of Life Centre í Moskva í Russlandi síðani 1997. Samkoman telur í dag fleiri enn 6.000 limir. Umframt tað, er hann leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 karismatiskum samkomum í Russlandi. Hann og konan fluttu úr Noregi til Russlands í 1996 at tæna russum.
Tað verður eisini høvi at hoyra góðar framførslur til fleiri av møtunum við Lilju Klein Joensen, Lisu Frederiksberg og døtrunum Rakul og Silju, Mariu á Lakjuni Djurhuus, og Randi Ishoel, kona Mats-Ola.
Meiri kunning um páskastevnuna fæst við at fara inn á www.paskir.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Byrjað varð í Rituvík Langa fríggjadag, Páskadag er møti á Toftum og endað verður 2. páskadag á Glyvrum
Eins og í fjør, so eru missiónshúsini í Rituvík, á Toftum og á Glyvrum felags um møtir á páskum.
Hetta skrivar Trúboðin. Talan er um trý møtir - í trimum ymiskum missiónshúsum.
Felags páskamøtini byrjaðu langa fríggjadag í Rituvík. Páskadag eru møti á Toftum kl. 18 har Bergur Debes Joensen talar, og Manskórið í Rituvík syngur.
Annan páskadag klokkan 18 er møti á Glyvrum, har Kristian Martin Petersen talar, og Taborkórið syngur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Hon og fimm aðrar kvinnur vórðu í vikuni skotnar út á eina rúmdarferð, har tær uppliva fýra minuttir í vektloysi - Jeff Bezos betalir
Tað eru nú yvir seksti ár síðan, at ein kvinna seinast fór út í rúmdina uttan at hava ein mann við sær.
Mánadagin fóru seks kvinnur út á eina rúmdarferð, upp á rokningina hjá amerikanska ríkmanninum, Jeff Bezos.
Tað var hansara egna rúmdarfelag, Blue Origin, sum skipaði fyri ferðini, og millum teirra, sum vera við, er amerikanska poppsangarinnan, Katy Perry.
Hinar vóru unnustan hjá Jeff Bezos, Lauren Sánches, sum er journalistur og rithøvundur, Gayle King, sum er journalistur og vertur hjá CBS News, Amanda Nguyen, vjetnamesisk-amerikanskur aktivistur og entreprenørur (fyrsti vjetnamesari í rúmdini), Aisha Bowe, rakettgranskari, fyrrverandi Nasa-starvsfólk úr Bahama og Kerianne Flynn, amerikanskur filmsskapari.
Rakettin, sum mánadagin varð skotin upp frá Texas, fór út á eina sokallaða suborbitala rúmdarferð, sum merkir, at farið kemur út í rúmdina, men ikki fer út á eina kós kring jørðina.
Kvinnurnar fingu harvið fýra minuttir í vektloysi, har tær kundu flóta runt inni í rúmdarhylinum og njóta útsýnið, áðrenn kósin varð vend aftur móti jørðini. Løtu seinni lendu tær trygt aftur á jørðini.
Higartil hava 52 fólk, herundir Jeff Bezos sjálvur, roynt ein slíkan túr.
Bezos og Musk kappast um rúmdina
Bezos, sum er millum heimsins ríkastu menn, hevur av álvara tikið upp kappingina móti einasta manninum, sum liggur oman fyri hann á listanum yvir heimsins ríkastu menn, Elon Musk, og hansara SpaceX, skrivar NRK.
Í januar sendi felagið hjá Bezos risastóru rakettina New Glenn út í rúmdina á fyrsta sinni. Talan er um eina rakett, sum er meira enn 100 metrar høg. Sambært Blue Origin, kann rakettin hava 45 tons av farmi við út í rúmdina.
Seinastu árini hevur SpaceX felagið hjá Musk verið einaráðandi á rúmdarmarknaðinum og hevur tryggjað sær fleir góðar avtalur. Í dag skjýtur felag hansara fleiri rakettir og fylgisveinar út í rúmdina, enn restin av heiminum tilsamans, skrivar NRK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
Eftirspurningurin eftir elorku økist støðugt, og kom upp á knappar 129 GWt í fyrsta ársfjórðingi 2025. Hetta er sløk 4 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør
Sama tíðarskeið í fjør var burðardygga orkuframleiðslan smáar 88 GWt, sum svaraði til knapt 71 prosent grøn orka.
Við øðrum orðum er minni komið burtur úr grønu orkukeldunum higartil í ár enn í fjør.
- 61prosent grøn orka er ikki einki, men í mun til í fjør er hetta ikki nøktandi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
- Minni er komið burtur úr øllum varandi orkukeldum í mun til sama tíðarskeið í fjør, og serliga er tað vatnorkuframleiðslan, sum er lægri enn í fjør. Hetta kemst partvís av, at tvey av okkara vatnorkuverkum eru óvirkin vegna umvælingar, og partvís av, at vit hava havt tíðarskeið við frostbinding í januar, og tá ber illa til at framleiða við vatnorku.
Vindorkuframleiðslan er lækkað úr góðum 44 GWt niður í smáar 43 GWt, svarandi til 33 prosent av samlaðu frameiðsluni, meðan vatnorkan stóð fyri 27 prosentum. Somuleiðis er framleiðslan úr biogassi og sól lækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør.
Meðan januar og mars hava roynst minni væl til grøna orku higartil í ár, var øðrvísið í februar, tá grøna orkuframleiðslan var smá 72 prosent. Í februar fekst meira burturúr vatnorkuni og serliga vindorkuni.
Vindmyllulundin í Neshaga, sum seinastu trý árini hevur verið rakt av ymsum trupulleikum, herundir generatorfeilum, er nú liðugt dagførd, og hevur koyrt væl allan mars mánað. Fýra av myllunum hava fingið nýggjan generator, meðan generatorin í fimtu mylluni er umvældur í Onglandi.
Suðuroy
Eisini tá hugt verður at Suðuroy fyri seg, er minni komið burt úr grønu orkuframleiðsluni.
Hetta er tó beinleiðis orsakað av, at vatnorkuverkið í Botni er óvirkið vegna umvæling.
Vindur og battarí stóðu fyri knøppum 55 prosentum av samlaðu elorkuframleiðsluni í Suðuroy fyrsta ársfjórðing í ár. Í fjør var grøna framleiðslan 72 prosent sama tíðarskeið.
Kelda: SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Ein meiriluti av heimsins londum hevur atkvøtt fyri eini ætlan, sum skal tryggja, at heimsins skipafloti verður klimaneutralur í 2050
Hetta hendi á ráðstevnu í IMO, The International Maritime Organization, sum er altjóða ST felagsskapurin fyri skipaferðslu.
Sambært avtaluni skulu øll heimsins lond binda seg til at taka stig til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Avtalan fevnir um eitt nýtt støði fyri brennievni til skip eins og eina altjóða prísskipan fyri útlát. Avtalan kemur í gildi í 2027, og fer at fevna um stór havgangandi skip yvir 5.000 tons, sum í dag standa fyri 85 prosentum av CO2 útlátinum.
Málið er at røkka Marpol konventiónini frá 2023. Ein partur av avtaluni fevnir um ein grunn, sum skal umsita CO2-gjøld frá heimsins skipum, ið síðani skal verða brúktur til at stuðla uppundir grøna orkuskiftið í skipaflotanum.
Ikki øll eru so fegin um avtaluna, eitt nú smærri oyggjalond. Tey halda hon er ikki nóg víðgongd. Kortini sigur eitt talsfólk fyri eitt av heimsins størstu reiðaríum, Maersk, at avtalan er eitt týðandi stig á røttu leiðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
Taptu í rótutum dysti í Litava, men vunnu við níggju málum samanlagt. Hetta er søguligt, og leiðin gongur til Týsklands ella Niðurlond í desmeber
Jonava, Litava (Portalurin): Samanlagdi sigurin kom ongantíð veruliga í vanda. Litava var á odda við fýra málum nakrar ferðir, men eftir eina frálíka føroyska byrjan uppá 2. hálvleik varð allur ivi um HM-plássi skúgvaður til viks.
Dysturin, og serliga 1. hálvleikur, var ógvuliga órduddiligur. Føroyar gjørdu ov nógv teknisk mistøk, og brendu yvir helmingin av skotunum fyri steðgin.
Í 2. hálvleiki gjørdist tó talan um 18 mál - tó ikki nóg mikið at vinna. Føroyar tóku annars leiðsluna eftir eina løtu við góðum tingum í øllum pørtum í spælinum.
Rakul Wardum stóð ein framúr dyst í føroyska málinum við beint undir tjúgu bjargingum og beint undir 40 prosentum. Hetta var umráðandi, í mun til ikki at gera tað tætt samanlagt.
Mynd: Rakul Wardum við bjarging (Mynd: Sverri Egholm)
Glið kom á álopsspælið: Maria Nólsoy var vælspælandi, tað gekk betri frá vongplássunum og Anna Elisabeth Weyhe var sum heild køld úr sjey metrum.
Seinasta partin av dystinum var tað tó heldur óruddiligt hjá Føroyum aftur; eisini í sambandi við at nógvar broytingar vórðu gjørdar á liðnum.
Dystir móti Litava skulu helst vinnast. Her eru nakrir lærupengar frá avrikinum.
Yvir tveir dystir var tó sum so stórur munur, og Føroyar skulu til søguligt HM-endaspæl í november og desember. Hetta verður í Niðurlondum ella Týsklandi.
Seinni HM røkkstøkkdysturin
Jonava, Litava - sunnudagin 13. apríl
Litava - Føroyar 30-29 (14-11) - Samanlagt: 65-56 til Føroyar
Hoyr samrøður eftir dystsin:
Maria Pálsdóttir Nólsoy: - Kenslan er eitt sindur óv - men vit skulu til HM
Bjarta Johansen: - Nú noyðist eg at spæla eitt ár afturat
Hannis Wardum: - Hetta var ekstremt stórt
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
22-ára gamli málverjin var skrásett fyri heili 17 bjargingar - 36 prosent av skotunum hjá Litava sum raktu málið. Hon gjørdist dagsins føroyski spælari
Jonava, Litava (Portalurin): Rakul Wardum hevði ikki nakað serliga gott kvøld við Tjarnir í fyrra dystinum, tá Føroyar annars vunnu stórt.
22-ára gamli málverjin "hevndi seg" tó sunnudagin. Litava kom annars til nógv fleiri skot - og fríari skot - men nummar 88 pilkaði litavisku skjúttarnir í løtum.
Samanlagt er Rakul skrásett fyri 17 bjargingar á eurohandball.com, sum svarar til 36 prosent av skotunum hjá Litava, ið raktu málið.
Hetta er eitt høgt tal. Í roynd og veru hevði Ringkøbing-málverjin, sum er uppvaksin í Kyndli, helst eini 2-3 bjaringar fleiri, enn tølini vísa.
Rakul Wardum tók fleiri "frí skot" (Mynd: Sverri Egholm)
Summar bjargingar vóru rímiliga lættar, meðan tað eisini vóru fleirar stórbjaringar. Rakul Wardum átti tvær veruligar duppultbjargingar, og stóð hon í dag royndina við at standa ein heilan dyst.
Eisini setti málverjin væl í gongd í fleiri førum og skoraði eisini eitt mál í tómt mál.
Fyri avrikið varð Rakul uppiborið kosin dagins spælari hjá Føroyum í 30-29 tapinum. Føroyar vunnu við níggju málum samanlagt í hesum umfarinum og skulu til HM í november.
Her saman við Pernille Brandenborg (Myndir: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Grønland var við í 2023, og nú hava føroysku kvinnurnar vunnið sær rættin. 22. mai verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti - og um tað verður í Niðurlondum ella Týskland
Kaunas, Litava (Portalurin): Føroysk og altjóða hondbóltssøga varð skrivað sunnudagin, tá føroysku kvinnurnar - hóast ósigur - tryggjaðu sær HM-pláss.
Føroyar hava verið til nøkur HM-endaspøl í ungdómslandsliðshøpi, og hava fingið pláss sum nummar 7 og nummar 8. Hetta vóru ávikavist U21 og U19 - bæði í 2023.
Seinni í ár skulu tvey dreingjalandslið til HM-endaspøl, meðan tvey gentulandslið skulu til EM, og í november fer A-landsliðið hjá kvinnum til HM-endaspælið.
Hetta verður fyrstu ferð, at eitt føroyskt A-landslið í hondbólti skal spæla eitt HM. Bæði menn og kvinnur vóru í 2024 til EM-endaspøl. Hetta sum tað minsta landið nakrantíð til HM og til eitt endaspæl í liðítrótti.
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar vóru til EM í fjør - seinni í ár verður tað til HM (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur ongantíð verið eitt land við færri íbúgvum enn Føroyar til eitt HM endaspæl.
Grønland var við hjá kvinnum í 2023. Grønland hevur nakrar túsund fleiri íbúgvar enn Føroyar. Annars er nakað upp til næsta landið.
Lutakastið til HM-endaspælið verður 22. mai. Tá verður greitt, um Føroyar skulu til Týsklands ella Niðurlond at spæla - tað eru tær báðar vertstjóðirnar. Endaspælið verður í november og desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
HM-endaspælið byrjar 26. november. 22. mai verður greitt hvar, og ímóti hvørjum, føroysku kvinnurnar skulu spæla
Tað verða søguligir november- og desember dagar fyri føroyskan hondbólt, tá kvinnulandsliðið skal spæla í einum HM-endaspæli. Hetta verður fyrstu ferð, at eitt vaksnamannalandslið luttekur í HM-endaspæli.
30 av 32 luttakandi londum eru komin upp á pláss. Eitt Wild card-pláss er eftir, sum helst fer til USA, sum skal hýsa OL í 2028. Umframt Føroyar verða Sveis og Egyptaland við fyri fyrstu ferð til HM hjá kvinnum.
Mynd: IHF
Fimm vertsbýir verða - Stuttgart, Dortmund og Trier í Týsklandi og Rotterdam og ‘s-Hertogenbosch í Niðurlondum.
Hondbóltssamband Føroya greiðir soleiðis frá tilgongdini:
- 32 lond luttaka í HM-endaspælinum. Leikt verður í átta bólkum á fýra lið, har trý lið koma víðari í millumumfarið, har leikt verður í fýra bólkum. Liðini fáa stigini við sær, sum tey hava fingið móti teimum liðunum, sum eisini koma víðari. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki í millumumfarinum koma í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum ikki koma víðari úr innleiðandi umfarinum spæla sonevnda Presidents Cup um plássini frá 25 til 32.
Lutakastið verður í Den Bosch í Niðurlondum 22. mai. Tá verður greitt hvar, og ímóti hvørjum, føroysku kvinnurnar skulu spæla. Eisini kemur kunning viðvíkjandi atgongumerkjum og ferðing kemur eftir hetta, skrivar HSF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Tað endaði 4-0 í Klaksvík og 4-1 í Sarpugerði. Tungir dagar eru hjá 07 Vestur, sum í dag tapti fyri TB - B36 og B68 spældi javnt í Gundadali
KÍ setti skírisdag eina feita striku undir, at liðið er væl framman fyri HB á øllum økjum í løtuni. Tað var ikki so stórur munur í einum rótutum 1. hálvleiki, har eitt sjálvmál hjá HB var einasta málið. Eftir steðgin var tó klassamunur, og KÍ kundi fingið fleiri enn tey trý málini. Tey skoraðu vælspælandi Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø, har serliga tað hjá Jákupi kom við ógvuliga flottum álopi.
4-0 og størsti sigurin hjá KÍ í ár - og tann størsti hjá KÍ á arvafíggindanum í langa tíð. Hetta avrikið eigur at geva sjálvsrannsakan í HB, sum nú hevur tríggjar ósigrar á rað í øllum kappingum. Liðið hjá Magnusi Powell hevur framvegis fult stigatal.
Patrik Johannesen skoraði eitt mál og legði upp til tvey í heilt greiða sigrinum hjá KÍ á HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skirisdag bragdaði hjá Víkingi, sum vann sær trý stig og skoraði heili fýra mál, tá EB/Streymur vitjaði.
Atli Gregersen fekk hol á stutt eftir steðgin, áðren Boubacar Dabo javnaði við brotssparki. Seinastu tjúgu minuttirnar gjørdi heimaliðið tó bart: Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu.
Fyrsti sigur hjá føroyameistarunum í Betrideildini í ár. Heldur skaðadarvaða liðið hevur í flestu dystunum havt nógvar stórar møguleikar uttan at gagnnýta - nú var tað meira effektivt.
Nummar fýra skoraði eitt av fýra málum hjá Víkingi í sigrinum á EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
07 Vestur er nú av álvara isolerað í botninum. Tað eydnaðist ikki at fáa nakað burturúr í Trongisvági, har TB vann sín fyrsta sigur í 2025.
Edvin Jakobsen legði annars vágaliðið á odda eftir 25 minuttir í sínum fyrsta Betrideildardysti í seks ár, men TB svaraði aftur: Fyrst Mohammed Samba tíggju minuttir seinni, og í 72. minutti gjørdist 18-ára gamli lokali Tummas Pauli Christiansson gjørdist dystaravgerandi.
B68 vann sær óvæntað eitt stig í Gundadali. Karstin Clementsen skoraði longu eftir 13 minuttir, og Símun Sólheim javnaði fryi B36 í 65. minutti. B36 hevði annars vunnið fýra dystir á rað samanlagt áðrenn kundi komið undir liðuna á HB við sigri.
Í Runavík var dysturin millum oddaliðið NSÍ og FC Suðuroy málleysur líka til 77. minutt. Tá gjørdi FC Suðuroy eitt óneyðugt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, nakað til vinstru.
Hetta er ikki so smart, tá Brandur Hendriksson er á hinum liðnum, og nummar 8 tók eisini av. Skálvíkingurin rakti bóltin ógvuliga væl, hann brast í stólpan og fór víðari í netið. Rasmus strekti seg, men har sá ikki út til at vera nakað at gera, og so kundu Brandur og hini í gulum fegnast.
Hatta varð einasta málið í dystinum.
Eins og í 1 umfari avgjørdi Brandur Hendriksson Olsen ein heimadyst við flottum frísparki, og fagnaðurin var stórur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
TB - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26' 0-1 Edvin Jakobsen (Janus Svabo Samuelsen)
35' 1-1 Mohammed Samba
72' 2-1 Tummas Pauli Christiansson (Mikal Tummasarson)
B36 - B68 1-1 (0-1)
13' 0-1 Karstin Clementsen (Sebastian Lau Nielsen)
65' 1-1 Símun Sólheim
KÍ - HB 4-0 (1-0)
15' 1-0 Sjálvmál
57' 2-0 Patrik Johannesen (Filip Brattbakk)
68' 3-0 Jákup Biskopstø Andreasen (Patrik Johannesen)
77' 4-0 Odmar Færø (Patrik Johannesen)
Víkingur - EB/Streymur 4-1 (0-0)
53' 1-0 Atli Gregersen
60' 1-1 Boubacar Dabo
71' 2-1 Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg)
84' 3-1 Jørgen Nielsen
90+3' 4-1 Sølvi Vatnhamar
NSÍ - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
78' 1-0 Brandur Hendriksson Olsen
Stigatalvan
1. NSÍ 18 stig
2. KÍ 18 stig
3. HB 12 stig
4. B36 10 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. Víkingur 5 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2025
Hannes Agnarsson avgjørdi til 3-2 í 89. minutti. FC Suðuroy vann óvæntað á 07 Vestur, sum er aftast - B68 fekk tvey reyð kort í ósigri á EB/Streymi, meðan NSÍ buldrar víðari í Betrideildini
5. umfar í Betrideildini varð spælt farna vikuskiftið. Laygardagin kundi KÍ leggja seg fyribils á fyrstapláss, tá KÍ vann 2-0 á meistarunum úr Víkingi.
Páll Klettskarð og Patrik Johannesen eru heitir í løtuni, og skoraðu í hvør sínum hálvleiki.
Sunnudagin vann oddaliðið NSÍ sum væntað greitt við Stóra í Trongisvági, har tað mest óvæntaða var, at toppskjúttin í Betrideildini, Klæmint Olsen, ikki skoraði.
FC Suðuroy vann á TB í 4. umfari, og nú er talan um sigursrøð. Áleyparin Eliasu Aminu Champang avgjørdi í 84. minutt í Sørvági, tá heimaliðið var í undirtali. 07 Vestur hevur enn ongan dyst vunnið, og var hetta ein strika í rokningi hjá 07.
B68 fekk eisini reytt kort - tvey í tali eins og við Løkin í 3. umfari. Jóhan Josephsen og Magnus Holm Jacobsen fingu reytt kort, eftir at fyrrverandi B68'arin, Boubacar Dabo hevði skorað fyri EB/Streym. Tað endaði 1-0 á Eiði.
Fótbóltslagið er heilt gott í sunnara enda av Gundadali, nú B36 fyri fyrstu ferð í seks ár og seks dagar basti grannunum. B36 var á odda tríggjar ferðir; málið til 3-2 skoraði liðformaðurin, Hannes Agnarsson, í 89. minutti.
5. umfar í Betrideildini
Leygardagin 12. apríl:
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
28' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen)
82' 2-0 Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen)
Sunnudagin 13. apríl:
TB - NSÍ 1-5 (0-3)
26' 0-1 Steffan Løkin (Klæmint Olsen)
30' 0-2 Aron Knudsen (Brandur Hendriksson)
44' 0-3 Petur Knudsen (Aron Knudsen)
66' 1-3 Samudeen Musah
69' 1-4 Jann Benjaminsen (Emil Weihe Joensen)
79' 1-5 Jasper van der Heyden (Jann Benjaminsen)
EB/Streymur - B68 1-0 (1-0)
53' 1-0 Boubacar Dabo (Mórits Heini Mortensen)
Reytt kort: Jóhan Josephsen og Magnus Holm Jacobsen, B68
07 Vestur - FC Suðuroy 1-2 (1-1)
03' 0-1 Teit Hjelm (Pætur Augustinussen)
40' 1-1 Silas Gaard, brotsspark
84' 1-2 Eliasu Champang (Fríði Holm)
Reytt kort: Filip Drinic, 07 Vestur
HB - B36 2-3 (1-1)
10' 0-1 Bogi Reinert Petersen (Mattias Hellisdal)
19' 1-1 Heðin Hansen (Ási Dam)
67' 1-2 Ragnar Samuelsen (Símun Sólheim)
71' 2-2 Mathias Voss (Jákup Thomsen)
88' 2-3 Hannes Agnarsson
6. umfar varðr spælt skírisdag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Tað at Ahmed Latif byrjaði inni í tveimum dystum í sama leikumfari fær ikki avleiðingar fyri luttøkuna hjá KÍ í kappingini um Løgmanssteypið - 1. deild tapir 3-0 heldur enn 3-1
Úrskurðurin hjá Aganevndini í nógv umrødda málinum um Ahmed Latif er nú gjørdur, og feløgini hava fingið hann.
KÍ er dømt at tapa 3-0 heldur enn 3-1 í 1. deildardystinum móti Víkingi 5. apríl. Avgerðin ávirkar sostatt ikki steypadystin millum HB og KÍ 7. apríl.
Hetta er í tráð við onkur fordømi. Eisini er tað í tráð við § 8, stk 1 og stk. 2, um at í slíkum førum skal lægra liðið revsast. So hóast 1. deildarliðið hjá KÍ spældi áðrenn besta liðið, so skal besta liðið, sambært reglugerðini, roknast at hava hava spælt fyrst.
Hendan vann KÍ, og úrslitið 2-1 stendur við, hóast ein spælari hjá KÍ byrjaði inni tveir dystir í sama leikumfari. Felagið verður tískil ikki revsað nakað nevnivert fyri hetta ósketnið.
HB hevur eftir hetta tikið avgerð um at kæra dómin til yvirkærunevndina.
Les eisini: HB vil hava málið í yvirkærunevndina
Enn er óvist, um kæran verður tikin upp í yvirkærunevndini, og sostatt er eisini nakað av óvissu um 2. umfar í kappingini um Løgmanssteypi. Eftir ætlan hittast KÍ og B36 í fjórðingsrinalu 2. páskadag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Ein ungur hjálpardómari varð kringsettur, skumpaður og fekk nevan frá einum hoyvíkingi. FC Hoyvík hevði tikið U17-liðið úr kappingini væl áðrenn úrskurðin frá aganevndini
Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá U17-liðini hjá B71 og FC Hoyvík spældu venjingardyst 26. mars.
Hóast dysturin var í Hoyvík, endaði B71 við at standa fyri dømingi: Ein vaksin dómari var inni á vøllinum, meðan ein 15-ára gamal spælari hjá B71, sum var annar hjálpardómarin, endaði við at verða álopin.
Les eisini: Ungir hoyvikingar lupu á hjálpardómara
- Beint áðrenn hálvleik fær FC Hoyvík bóltin í málið, og minst 15 persónar storma inn á vøllin, talan er bæði um leikarar og áskoðarar. Tá málið verður kolldømt rennur riðilin til linjuverjan og umringa og skumpa hendan. Linjuverjin var ein 15 ára gamal drongur og hevði júst tikið dómaraskeið tveir dagar frammanundan. Sambært dómarafrágreiðingini vátta bæði leikarar úr B71 og FC Hoyvík, at eini drongurin hevði givið linjuverjanum nevan. Dómarin fer yvir til rúgvuna og hjálpir linjuverjanum úr rúgvuni.
Soleiðis lýsir aga- & etiskanevndin hjá Fótbóltssambandinum hendingina. Starvsnevndin hjá FSF tók málið upp, og sendi tað víðari sum kæru í vikuni eftir venjingardystin.
Hóast talan var um ein venjingardyst, so varð ein dómarafrágreiðing gjørd. Høvuðsdómarin, Hanus Johannesen, metti hendingina vera so mikið álvarsama, at hann blásti dystin av beint eftir umrøddu støðuna.
Í úrskurðinum verður staðfest, útfrá nevndu frágreiðing, at tað var ein harður tóni og stemningur kring vøllin allan dystin.
- Dysturin varð merktur av, at nógvir ungir menn standa framman fyri bonkin hjá FC Hoyvík, og dómarin verður noyddur at steðga dystinum og heita á hesar um at seta seg niður.
Í samrøðu við bolt.fo greiðir Hanus Johannesen frá, at tað vísti seg at vera ungu menninir hjá FC Hoyvík, sum høvdu skipað fyri og stóðu fyri dystinum. Hann kendu fólk í felagnum annars ikki nakað til, men fólk frá FC Hoyvík komu síðani á staðið.
Felagið tikið liðið úr - bót givin til felagið
- Hetta kunnu vit uppá ongan máta góðtaka. Vit hava eina ábyrgd sum felag; eisini yvirfyri Fótbóltsføroyum (...) fólk skulu ikki kenna seg ótrygg við at koma til Hoyvíkar.
Hetta segði Fróði Danielsen, formaður felagsins, í samrøðu við Kringvarpið stutt eftir hendingina á Hoyvíksvølli 26. mars.
Hana tók FC Hoyvík avleiðingina av. Hetta við millum annað at taka U17-liðið úr øllum kappingum hjá FSF.
Felagið sjálvt fær tó eisini eina revsing. Ein av orsøkunum er, at eingin eyðmerking kann gerast. Aganevndin staðfestir nú, at ein revsing skal gevast - sum vanligt er, tá harðskapur er móti dómaratoyminum.
- Út frá tilfarinum sum er lagt fyri aga- og etiskunevndina ber ikki til at eyðmerkja einstakar leikarar ella persónar í sambandi við omanfyrinevndu hending. Aga- og etiskanevndin hevur tí avgjørt, at revsa FC Hoyvík við eini bót á 10.001 krónur ásett við heimild í § 6, bókstav c í 1. reglubroti í Aga- og etiskureglugerðini.
Úrskurðurin kann kærast til Yvirkærunevndina.
Sí allan úrskurðin HER
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Óli Kristian Skála Jacobsen hevur verið liðformaður á næstbesta liðnum í fleiri ár. 27-ára gamli gøtumaðurin er í gongd við B-venjaraútbúgvingina, og avloysir nú Ólav Mikkelsen
Ólavur Mikkelsen varð beint eftir kappingarbyrjan settur sum nýggjur U21-landsliðsvenjari.
Harvið skuldi Víkingur leita eftir einum nýggjum persóni at hjálpa Jóhan Peturi Poulsen í venjarastarvinum. Nú er greitt, at loysnin er funnin inni í Víkingahúsinum.
Víkingur hevur kunngjørt, at tað verður Óla Kristian Skála Jacobsen, sum verður hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá monnum. Hann hevur verið nógv virkin í felagnum á ymsan hátt, og er Óla Kristian sonur formannin í Víkingi, Brand Jacobsen.
27-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt tríggjar dystir fyri besta lið barndómsfelagsins. Óla Kristian hevur verður liðformaður á 1. deildarliðnum í nógv ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann spælt beint yvir 200 dystir har.
Víkingur skrivar, at seinastu árini hevur hann eisini verið undir venjaraútbúgving, og hevur fyri stuttum staðið B3 útbúgvingina.
- Tí er tað ein maður, sum hevur fingið alla sína fótbóltsuppaling í okkara felagið, og sum Jóhan Petur kennir væl eftir hondini, sum nú gerst hjálparvenjari. Óla Kristian er longu farin til arbeiðis og vit gleðast um at hann er lagdur afturat toyminum hjá Betri monnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ varð leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mars mánaði
Lagt var upp til stórdyst á Djúpumýru í Klaksvík leygardagin, tá oddaliðini í Betrideildini hjá kvinnum, KÍ og NSÍ brustu saman.
Men áðrenn kvinnurnar av álvara komu í gongd, var tað Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, ið átti pallin. Í samstarvi við Hotel Brandan velur Fótbóltssamband Føroya besta spælara hvønn mánað, og áðrenn dystin á Djúpumýru leygardagin varð vinstri bakkurin hjá klaksvíkskvinnum kunngjørd sum besti spælari í Betrideildini í mars mánað.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, sum hvønn mánað velja besta spælaran, og tá atkvøðurnar fyri farna mánað vóru taldar saman, hevði Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ fingið flestar. Henni á baki komu Heidi Sevdal og Sara Samson Lamhauge úr NSÍ.
– Hetta var ein deiligur heiður at fáa, men vónandi verður okkurt størri seinni í ár. Dysturin móti NSÍ var javnur – tó haldi eg at vit høvdu munin, og høvdu uppiborið í minsta lagi 1 stig. Men vit mugu bara halda fram, tí enn er nógv eftir, sigur Tórunn Højgaard Joensen við heimasíðuna hjá FSF. KÍ tapti oddastríðið móti NSÍ 1-2.
Fyri heiðurin fekk Tórunn eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF. Tað var mamma Tórunn, Poula Ann Joensen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen og Páll Müller skoraðu fyri Føroyar í 2-1 sigrunum á Malta. Harvið enda U17-dreingirnir við fýra stigum nummar tvey ella trý í undanbólkinum
Føroyar spældu tveir tættar dystir, men uttan at skora ella vinna í tveimum teimum fyrstu dystunum í bólk 5.
Mikudagin eydnaðust tó at gera bæði. Føroyar fingu brotsspark eftir tjúgu minuttir, sum Eyðtór Joensen úr TB trygt skoraði uppá, og beint eftir steðgin økti Páll Müller við røttum áleyparamáli, eftir at Silas Bjarnason Joensen úr HB sendi eina langa og beinrakna sending í dýbdina.
Malta minkaði um munin, tá eitt korter var eftir, men Føroyar hildu fast og fingu trý stig.
Páll Müller og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen skoraðu føroysku málini á Malta (Mynd: FSF)
Harvið endaði undankappingin væl hjá Føroyum. Hon byrjaði við 0-0 javnleiki móti Luksemborg, sum eftir umstøðunum er eitt gott úrslit, og síðani vann Bulgaria 1-0 á føroyingunum í 2. umfari.
Bulgaria vann mikudagin 2-0 á Luksemburg og vann kappingina og víðari luttøku í A-undankappingini seinni í ár, har spælt verður beinleiðis um EM-pláss.
Føroyar endaðu á øðrum plássi framman fyri Luksemburg og Malta.
Hesir spældu fyri Føroyar mikudagin:
Tróndur Sjúrðarson (M) - Silas Bjarnason Joensen, Jens Eiler Samsson, Jóel Tróndargjógv, Rasmus Helgason, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen (77' Dánial Mørkøre), Djóni Sivertsen (L), Páll Müller (77' Ezra Lukama), Dennis Anghel, Diktus Olsen (90' Heini Guttesen), Jógvan í Skála (85' Jónas Samuelsen)
Høvuðsvenjari hjá Føroyum er Christian Høgni Jacobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
EM-endaspælið verður í Føroyum frá 4. til 17. mai
Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, hevur nú úttikið tær 20, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Í hópinum eru seks spælarar eru úr HB, fimm úr KÍ, tvær av Skála, meðan B36, ÍF, NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, umframt FC Nordsjælland og HB Køge í Danmark hava hvør sítt umboð á U17 landsliðnum hesaferð, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Í EM-endaspælinum eru Føroyar í bólki A, saman við Noregi, Eysturríki og Niðurlondum. Londini í bólki B eru Spania, Italia, Poland og Frakland. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík.
Dystarskráin
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15: Eysturríki – Niðurlond (Klaksvík)
Kl. 18: Føroyar – Noreg (Tórshavn)
Týsdagin 5. mai
Kl. 15: Spania – Frakland (Klaksvík)
Kl. 18: Poland – Italia (Tórshavn)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15: Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18: Niðurlond – Noreg (Tórshavn)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15: Italia – Frakland (Tórshavn)
Kl. 18: Spania – Poland (Klaksvík)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15: Niðurlond – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15: Noreg – Eysturríki (Klaksvík)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15: Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15: Fraklandi – Poland (Klaksvík)
Mikudagin 14. mai
Kl. 12: Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn)
Hálvfinalur
Kl. 15: Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík)
Kl. 18: Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn)
Leygardagin 17. mai
Kl. 18: Finala (Tórshavn)
Føroyski hópurin
Sigrið Hansdóttir, B36
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála ÍF
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2025
Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen eru aftur eftir skaðar, og avloysa teir Hall Árason og Rógva Dal-Christiansen, sum vóru við móti Niðurlondum. Allir í hópinum spæla uttanlands, men hjá fleiri eru kappingarnar lidnar
Hósdagin 8. mai skulu Føroyar spæla í einum "heksaketli" í Kosovo, og sunnudagin 11. mai sleppa ukrainar at uppliva eina høll við umleið 3.000 føroyingum í Hoyvíkshaganum.
Fáa Føroyar stig í einum av hesum dystunum, so er EM-plássið tryggjað. Trý stig eru nóg mikið fyri at tryggja fyrsta plássið í bólkinum.
Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava nú úttikið 16 spælarar til hesar seinastu EM-undankappingardystirnar.
Tvær broytingar eru í hópinum, í mun til dystirnar móti Niðurlondum: Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen eru aftur eftir skaðar, og avloysa Hall Árason og Rógva Dal-Christiansen. Teir báðir síðstnevndu komu ikki á vøllin í dystunum í mai.
Harvið er eingin spælari úr føroysku deildini við - teir flestu spælararnir uttanlands spæla á góðum ella ógvuliga góðum stigi, men har er til dømis Rói Berg Hansen við úr triðbestu donsku deildini - Køge megnaði ikki at flyta upp.
Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal eru fyri kortum farnir at spæla aftur eftir longri skaðar, men mett varð møguliga, at teir ikki eru nóg væl fyri enn ella at meira tørvur er á øðrum spælarum enn hesum royndu. Tað sæst millum annað, at tað eru tríggir strikuspælarar við, í mun til fýra seinast. Har hava Teis, Pætur og Ísak eisini gjørt tað ógvuliga væl í seinum seinastu uppgávunum.
Ein avbjóðing hjá føroyska liðnum er, at beint yvir helmingurin av spælarunum eru lidnir við síni kappingarár í feløgunum. Hetta er galdandi fyri teir í næst- og triðbestu deildini í Danmark - tó at Teis Horn Rasmussen hevur onkran play-off dyst - umframt Trónd Mikkelsen og Aleksandar Lacok.
Tað eru tríggjar vikur til dystin í Kosovo. Nakrir halda seg í gongd við venjing í sínum feløgum góðan part av tíðini, og nakrir fara at venja aðrastaðni. Helst vera nakrar felagsvenjingar í Føroyum í vikuni áðrenn landsdystirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Triðja hálvfinalan mátti avgerast við brotskøstum á Hálsi, og har var Kyndil stinnari enn StÍF, sum annars gav teimum grønu ein skarpan gang
Í avgerandi hálvfinaluni í steypakappingini tapti Kyndil eftir brotskastskapping í Vestmanna.
Mikukvøldið skuldi avgerðin um møguligt finalupláss hjá Kyndli eisina fella úr sjey metrum.
Har skoraðu fýra hjá Kyndli, og tá so Tórður Skorheim Guttesen bjargaði tveimum skotum hjá StÍF, var dysturin avgjørdur áðrenn møguliga fimta skotið hjá Kyndli. Hetta førdi sjálvandi til stóran fagna á teímum mongu larmandi grønkløddu áskoðarunum.
Tað vóru frálíkir karmar og ein ótrúliga inntensur og spennandi dystur á Hálsi.
Myndir: Sverri Egholm
StÍF var á odda, tá nøkur sekund vóru eftir av longdu leiktíðini, men Jákup Jørgensen skoraði trygt av vonginum, og so vóru 70 minuttir ikki nóg mikið.
Kyndil er í FM-finalunum hjá monnum fyri fyrstu ferð í langa tíð - nógv vinnandi felagið hevur ikki vunnið síðani 2007. Finalurøðin byrjar í Hoyvík í dag.
Sí samrøðu við Ova Lützen eftir dystin: Teir stuttligastu dystirnir at spæla - hetta er fantastiskt
Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan
Kyndil - StÍF 41-40 (eftir brotskastskapping) - 37-37 eftir longda leiktíð
Toppskjúttar:
William Skovsager 10 mál, Tobias Thisen 9 mál (Kyndil)
Martin Toftanes Danielsen 6 mál (StÍF)
Spælir móti H71 í finaluni
Hitt liðið í finalunum verður H71, sum tryggjaði sær finaluplássið longu sunnudagin móti VÍF í Vestmanna.
Eins og í fyrstu hálvfinaluni, sum var í Hoyvík undanfarna hóskvøld, vann H71 við fýra málum.
Úrslitið gjørdist 31-24 eftir 13-12 í hálvleikinum. Jákup Egholm var toppskjútti hjá hoyvíkingum við 9 málum, meðan Dánjal Ragnarsson skoraði 6 mál fyri VÍF.
Sí allar myndirnar frá dystinum í Vestmanna her
H71 hevði aftur yvirtakið móti VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)
Komandi dystir
Í dag, leygardagin 19. apríl kl. 17: VÍF - StÍF bronsufinala í høllini í Vestmanna
Í dag leygardagin 19. apríl kl. 19: Kyndil - H71 1. finalan í høllini á Hálsi
Hósdagin 24. apríl kl. 20: H71 - Kyndil 2. finalan í Hoyvíkshøll
Sunnudagin 27. apríl kl. 18: Kyndil - H71 3. finalan í høllini á Hálsi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2025
Hoyvíkskvinnur vunnu eftir brotskastskapping, meðan Kyndil koppaði grannunum. Møguliga avgerandi hálvfinalurnar verða spældar 2. páskadag
Fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini vórðu spældar skírisdag.
Í Vestmenna var, eins og á Hálsi hjá monnum mikukvøldið, stórt drama í einum intensum dysti og neyðugt við fyrst longdari leiktíð og síðani brotskastskapping.
Har vóru hoyvíkskvinnur tað stinnari. Allar fimm hjá útiliðnum skoraðu, og Agnas Funn hjá VÍF brendi. Harvið er tung uppgáva hjá VÍF, sum skal vinna tveir dystir í Hoyvík fyri at koma í finalurnar.
Lukka Arge skorar her eitt av brotskøstunum hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Neistin hevur eisini okkurt at venda. Tær bláu hingu væl í Kyndli í 1. hálvleiki, men so so fóru tær grønu frá. Turið Arge Samuelsen var við aftur, og hevði sín leilut - Bjarta Johansen var stóri spælarin hjá Kyndli við millum annað sjey málum, sum er ein sigur frá aftur at koma í finaluna.
Tað var annars ein málfátækur dystur á Hálsi, har Kyndil koyrdi sigurin heim og vann 23-21.
Liðini spæla aftur 2. Páskadag - vinna tey somu liðini tá, sum í dag, so hava tey tryggjað finalupláss. Um ikki, so skal triðja hálvfinala til.
Komandi dystir:
Mánadagin kl. 16: Kyndil - Neistin í høllini á Hálsi
Mánadagin kl. 19: H71 - VÍF í Hovíkshøllini
Verður neyðugt við eini triðju og avgerandi hálvfinalu, verður hon spæld hóskvøldið kl. 18 í somu høll sum mánadagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2025
Í dag verða hálvfinalurnar í Bónuskappingini spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi
Lagt verður fyri kl. 13, og helmað verður ikki í, fyri enn fjórði og seinasti dysturin er liður um níggjutíðina leygarkvøldið.
Fyrsti dysturin byrjar kl. 13 og er millum nýklakta føroyameistaran hjá kvinnum, Fleyr og SÍ, sum tapti báðar FM-finalurnar 3-2 fyri Fleyr. Hóast SÍ hevði vunnið allar landskappingardystirnar 3-0 á KÍF, so tapti SÍ 3-2 fyri teimum í bólkaspælinum í steypakappingini og skal tí sum tveyari í bólkinum spæla ímóti eittaranum í hinum bólkinum, Fleyr. Fáa vit aftur ein fimmsettara teirra millum sum í FM-finalunum?
Kl. 15 spæla menninir hjá SÍ og Fleyr. Hjá SÍ var vónbrotið stórt, tá teir taptu triðju og avgerandi FM-finaluna 19-17 fyri Mjølni í fimta setti, eftir at hava havt tríggjar dystarbóltar, og tí eru teir serliga grammir eftir at sleppa í finaluna at fáa nýggjan møguleika at vinna steyp í ár sum plástur upp á sárið frá taptu FM-finaluni. SÍ er eisini greiður favorittur at vinna, og hevur vunnið allar fimm dystirnar á Fleyr, men í tí fyrsta skuldu kortini fimm sett til.
Triði dysturin er millum kvinnurnar hjá KÍF og Mjølni, og byrjar kl. 17. KÍF kom eitt sindur óvæntað í hálvfinaluna sum bólkavinnari, eftir at hava vunnið 3-2 á SÍ í bólkaspælinum, og slapp harvið undan at møta føroyameistaranum Fleyr. Kortini verður Mjølnir als eingin løtt uppgáva, og nærum vónleyst er at spáa um, hvør vinnur. Í teimum trimum landskappingardystunum teirra millum vann Mjølnir tann fyrsta 3-0, men hinar báðar vann KÍF 3-1.
Seinasti dysturin byrjar kl. 19, og er ímillum menninar hjá Mjølni og ÍF. Hóast Mjølnir bara gjørdist nr. trý í bólkaspælinum og var aftanfyri ÍF á øðrumplássi, er Mjølnir kortini greiður favorittur at vinna, og tað er ikki uttan grund, at Mjølnir vann føroyameistaraheitið, tí liðið hevur fleiri streingir at spæla uppá. Hinvegin hevur ÍF við 3-2 sigri á Mjølni í bólkaspælinum júst prógvað fyri góðari viku síðani, at tað ber til at vinna á Mjølni, so hví ikki einaferð aftrat?
Hjá kvinnum er SÍ liðið, sum oftast hevur verið í steypafinaluni, við sínum 12 ferðum. Mjølnir hevur verið 9 ferðir, Fleyr 8 ferðir og KÍF eina ferð.
Hjá monnum er SÍ eisini liðið, sum oftast hevur verið í steypafinaluni við sínum 16 ferðum. Teimum á baki kemur Mjølnir við 15 og ÍF við 14. Fleyr hevur fýra ferðir verið í finaluni.
Hálvfinalur í Bónuskappingini á Giljanesi leygardagin 19. apríl 2025:
Kvinnur: Fleyr – SÍ kl. 13
Menn: SÍ – Fleyr kl. 15
Kvinnur: KÍF – Mjølnir kl. 17
Menn: ÍF – Mjølnir kl. 19
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2025
Bónuskappingin, kvinnur, bólkur 2: TB – KÍF 1-3 (23-25, 17-25, 25-23, 16-25)
Við 3-1 sigri á TB hevur KÍF spælt seg í hálvfinaluna í Bónus steypakappingini í flogbólti, kvinnur, tók við sigrinum eisini fyrstaplássið í bólki 2 og skal tí spæla ímóti nr. 2 í bólki 1, sum er Mjølnir. Tað merkir eisini, at SÍ sum tvey’ari í bólki 2 skal møta føroyameistaranum Fleyr, sum vann bólk 1.
Skuldi TB spæla seg í hálvfinaluna, so skuldi TB hava trý stig í dystinum ímóti KÍF sunnudagin, tí 3-2 og sostatt tvey stig hevði verið ov lítið, og tí galt “bara” um hjá KÍF at vinna tvey sett.
Hetta eydnaðist eisini í fyrstu royndunum, tí KÍF vann tey bæði fyrstu settini 25-23 og 25-17, og harvið sat TB longu eftir við svartaperi. Tað kundi tó havt verið øðrvísi, tí TB fór framum 21-19, eftir at hava verið aftanfyri 14-8, men KÍF vann næstu fýra bóltarnar og síðan settið 25-23.
Annað sett minti um tað fyrsta; KÍF var á odda 16-9, tá ið TB minkaði um munin niður í 15-16, men síðan gekk av skriðuni, og TB vann bara tvey stig aftrat, so at KÍF vann settið 25-17 – og so var KÍF í hálvfinaluni.
Fyri TB var sostatt ikki meira at stríðast fyri enn æran, men fyri KÍF snúði tað seg um at fáa minst tvey stig fyri at vinna bólkin framman fyri SÍ, so sleppast kann undan føroyameistaranum Fleyr í hálvfinaluni, og tað sá eisini út til at fara at eydnast uttan himpr, tá KÍF legði seg á odda 18-13. Men TB spældi fyri æruni og javnaði til 20-20 og fór eisini framum 22-20 og vann settið 25-23 eftir javnleik 23-23.
Fjórða sett gjørdist tó ongantíð spennandi, tí KÍF gjørdi tíðliga eitt skarvslop upp á 14-8, og tann munurin vaks upp í 20-10, áðrenn SÍ vann settið 25-16 og dystin 3-1.
Endaligu støðurnar í bólkaspælinum í Bónus-kappingni:
Bólkur 1:
KÍF 5 stig
SÍ 4 stig
TB 0 stig
Bólkur 2:
Fleyr 9 stig
Mjølnir 6 stig
Ternan 3 stig
Dráttur 0 stig
Hálvfinalurnar, sum verða spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi í dag , verða sostatt hesar:
Fleyr – SÍ
KÍF – Mjølnir
Steypafinalan verður spæld í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2025
-
Páskadag 20. apríl kl. 12 verður konfirmatión í Kaldbaks kirkju. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen.
Ein konfirmantur er:
Greta Johnsdóttir Reinert, Við Á 5. Opið hús í Heimistovu, við Á 8, frá kl. 17.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald