Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 29. mars 2025 | Nr. 13 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Spýttu og kastaðu sigarettir eftir føroysku spælarunum

SíÐa 46

1 Leygardagur 29. mars 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein klikkað tíð II

Grønland hevur havt fína vitjan í vikuni – ella tað vil siga, at tað var amerikanska hernaðarstøðin, langt burtur frá vanligari sivilitatión allar norðrast í Grønlandi, sum fekk vitjan.

Tíbetur kunnu vit siga.

Atburðurin hjá ovastu leiðslu USA mótvegis grønlendingum hesa seinastu tíðina hevur verið uttan fyri alt sømiligt mark. Vit hava hoyrt forseta, varaforseta, ráðharrar og aðrar framstandandi politikarar – allir úr konservativa veinginum – tosa um amerikanska annektering – hertøku – av Grønlandi, sum um tað var tað mest natúrliga av øllum.

Og tá ein lurtar nærri eftir tí, sum hesir framstandandi politikararnir siga, so hómast bakgrundin at vera – ikki teirra egna meining – men tí tað sigur forseti teirra, teirra stóri leiðari, Donald Trump. Alt sum hesin stórlætisøri forsetin sigur, verður tikið í fullkomnum álvara, líka mikið hvussu tápuligt tað ljóðar.

Vit mugu yvirtaka Grønland, ikki bara fyri okkara egnu trygd, men fyri trygdina hjá øllum heiminum, hevur Trump sagt aftur og aftur hesar seinastu dagarnar, og tað er onki sum gevur ábendingar um, at maðurin ætlar at víkja burtur frá hesi uppfatan.

Hyggja vit at heimskortinum, so er einki natúrligt við, at Grønland skal vera ein partur av USA. USA og Grønland eru ikki eingang nærmastu grannar. Gaman í verður Grønland mett at vera ein partur av norðuramerikanska meginlandsstøðinum, men tað sær út sum, at forsetin ikki ansar eftir at eitt heilt land – Kanada, heimsins næststørsta land (einans Russland og Antarktis eru størri) – liggur ímillum.

Í logikkinum hjá Trump er kanska onki løgið í hesum, tí hann ætlar, sum skilst, eisini at innlima Kanada í Sameindu Statir Amerika. Men fyri øll okkum onnur ljóðar hetta løgið og skeivt, ja, klikkað.

Serliga tá USA hevur eina verjuavtalu frá 1951 við Danmark um verjuna av Grønlandi, sum gevur amerikansku herleiðsluni møguleika fyri at hava herstøðir á grønlendskum landaøki.

Um tað var neyðugt hjá amerikanska hervaldinum at brúka Grønland í verjuni móti møguligum óndsinnaðum tiltøkum úr eitt nú Russlandi, so gevur Grønlandstraktatin møguleika fyri at økja um amerikansku hjáverandi í Grønlandi.

Var tað so alneyðugt, so er ilt at ímynda sær, at Grønland og Danmark gingu ímóti, at amerikanarar gjørdu fleiri herstøðir.

Teimum nýtast ikki at gera grønlendingar til amerikanskar ríkisborgarar av teirri orsøk og royna at lokka teir við gulli og grønum skógum.

Herheima í Føroyum sita vit bara og øtast. Onkur okkara ímyndar okkum hvussu tað hevði verið, um tað vóru vit, ið vórðu sett undir slíkt ógvusligt trýst frá einum heimsstórveldi. Tað er ikki nøkur lætt støða at vera í.

Og meðan vit royna ikki at stinga høvdi ov langt fram av ótta fyri at koma í fløkju i altjóða stórpolitikkinum, kunnu vit spyrja, um land okkara hevur gjørt nóg mikið við at gera vart við, at vit als ikki kunnu góðtaka amerikanska atburðin móti grønlendingum? Vit hava jú eitt sendifólk sitandi í Washington, sum kundi leverað boðini á røttum stað...

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1543

    Lisnar síður: 8617

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 29. mars 2025

Helmingurin av føroyingum er stúrin fyri kríggi

Kanning hjá Portalinum vísir, at føroyingar bera ótta fyri, at kríggj kann bresta á innan fyri komandi fimm árini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein stórur partur av føroyingum óttast fyri kríggi í Evropa. Tað vísir kanning hjá Portalinum.

Í sambandi við seinastu veljarakanning spurdu vit eisini um hvussu stúrnir føroyingar eru fyri ymsum hóttanum, sum kunnu koma at gera seg galdandi.

Spurningurin, sum spyr.fo setti ljóðaði soleiðis: Hvussu stúrin ert tú fyri, at vera ávirkað/ur av einum av hesum hendingum komandi fimm árini? ; stórkríggj í Evropa

14 prosent av teimum sum svaraðu, søgdu seg vera 'sera stúrin', og 38 prosent svaraðu, at tey vóru 'stúrin'. Altso er ein góður helmingur av føroyingur stúrin ella sera stúrin fyri at kríggj skal bresta á innan fyri komandi fimm árini.

17 prosent svaraðu 'ikki stúrin', og 6 prosent svaraðu 'als ikki stúrin', meðan 24 prosent vóru 'hvørki stúrin ella ikki stúrin'.

Um hugt verður eftir kynsbýtinum, so eru kvinnurnar meira stúrnar fyri kríggi enn menninir.

Heili 70 prosent av kvinnunum eru stúrin ella sera stúrin fyri kríggi (ávikavist 52 og 18 prosent) meðan bert 37 prosent av monnunum hava hesa somu kenslu (ávikavist 25 og 12 prosent).

Tað vísir seg eisini, at tey ungu eru meira stúrin, enn teir eldru aldursbólkarnir:

Í aldursbólkinum 18-29 ár eru 24 prosent sera stúrin og 39 prosent stúrin, 63 prosent tilsamans. Í aldursbólkinum 30-44 ár eru tey 54 prosent, í aldursbólkinum 45-59 40 prosent og í aldursbólkinum oman fyri 60 ár eru tey 54 prosent stúrin ella sera stúrin.

Landafrøðiliga er ikki so stórur munur á økjunum, tá hesin spurningur verður settur. Tó síggja vit, at í Eysturoynni finna tey, ið eru mest stúrin (18 prosent) og eisini tey, ið eru minst stúrin (11 prosent).

Hyggja vit eftir hvørjum flokki, tey siga seg fara at atkvøða til komandi væl, so sær støðan soleiðis út, tá vit hyggja at teimum fýra stóru flokkunum:

  • Fólkafloksveljarar: 31 prosent stúrnir og 11 prosent sera stúrnir, tilsamans 42 prosent
  • Sambandsveljarar: 44 prosent stúrnir og 11 prosent sera stúrnir, tilsamans 55 prosent
  • Javnaðarveljarar: 41 prosent stúrnir og 20 prosent sera stúrnir, tilsamans 61 prosent
  • Tjóðveldisveljarar: 45 prosent stúrnir og 14 prosent sera stúrnir, tilsamans 59 prosent


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

3 Leygardagur 29. mars 2025

Helmingurin av fólkinum væntar fíggjarkreppu

53 prosent av veljarunum siga seg stúra fyri, at ein fíggjarkreppa rakar okkum innan fyri komandi fimm árini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein góður helmingur av fólkinum í Føroyum ber ótta fyri at vit skulu renna okkum inn í eina fíggjarkreppu innan fyri komandi fimm árini.

Í seinastu veljarakanning hjá Portalinum vóru veljararnir spurdir um teir eru stúrnir fyri, at ein fíggjarkreppa skal raka okkum í nærmastu framtíð.

Spurningurin ljóðaði: “Hvussu stúrin ert tú fyri, at vera ávirkað/ur av einum av hesum hendingum komandi fimm árini?; Fíggjarkreppu”.

38 prosent søgdu seg vera ‘stúrin’ og 15 prosent ‘sera stúrin’, 53 prosent til samans. 5 prosent vóru ‘als ikki stúrin’ og 14 prosent vóru ‘stúrin’

Í øllum landslutunum í landinum uttan einum eru tað væl oman fyri 50 prosent, sum eru stúrin. Men ikki í Eysturoynni. Har síggja tey ikki eins svart upp á møguleikanum fyri eini komandi fíggjarkreppu. 25 prosent her søgdu seg vera ‘stúrin’ og 17 prosent ‘sera stúrin’, 42 prosent tilsamans.

Annars eru ikki so nógv útsving at síggja í kanningini. Býtið millum Tórshavn/restina av landinum og kvinnur/menn er stórt sæð tað sama.

Ungdómurin meira stúrin

Tó so – í aldursbólkinum er ein ávísur munur at síggja. Teir eldru aldursbólkarnir – tey yvir 30 ár eru samd – umleið helvtin er stúrin ella sera stúrin.

Men tey yngstu eru nógv meira stúrin. Millum tey 18 til 29 ára gomlu eru tað heili 28 prosent, ið siga seg vera ‘sera stúrin’ fyri eini fíggjarkreppu og 39 prosent siga seg vera stúrin – 67 prosent tilsamans.

Lítil ótti fyri farsóttum

Í kanningini spurdu vit eisini fólk um tey vóru stúrin um onnur evni eisini. Eitt nú fyri at verða rakt av farsóttum innan fyri komandi fimm árini.

Men her má sigast, at vit ikki eru so stúrin, hóast tað ikki er so langt síðan, at vit sluppu av við korona/covid 19 farsóttina.

Bert 14 prosent eru ‘stúrin’ fyri eini nýggjari farsót og 3 prosent eru ‘sera stúrin’ – 17 prosent tilsamans.

Eisini her eru bert lítlir munir at síggja í kynum, aldursbólkum, landafrøði og politiskum tilknýti.

Vit síggja her, at fólk í Norðoyggjum eru eitt sindur minni stúrin enn í hinum økjunum. At menn eru minni stúrnir enn kvinnur. At tey yngstu og elstu eru meira stúrin enn tey miðaldrandi. Og at veljarar hjá Fólkaflokkinum eru minni stúrnir (15 prosent) enn hjá hinum stóru flokkunum har 21 prosent hjá Sambandsflokkinum eru stúrnir og 23 prosent hjá bæði javnaðar- og tjóðveldisveljarunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

4 Leygardagur 29. mars 2025

Kjøt og kaffi dýrkað mest

Hesir vørubólkar eru hækkaðir við næstan 10 prosentum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kjøtvørur og kaffi og kakao eru tær vørur, sum eru dýrkaðar mest hetta seinasta árið.

Tað vísa nýggjastu prístalshagtølini hjá Hagstovuni.

Báðir hesir vørubólkar eru hækkaðir 9,4 prosent í mun til fyri einum ári síðani.

Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest, men svínakjøtið er eisini dýrkað. Hinvegin er prísurin á flogfenaði lækkaður nakað seinasta árið. Prísirnir á smøri eru somuleiðis hækkaðir – vøksturin er góð tíggju prosent. Mjólk, ostur og egg er dýrkað 3,3 prosent, skrivar Hagstovan.

Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur seinasta árið.

Sjokuláta og góðgæti er meir enn fýra prosent dýrari nú enn í februar í 2024. Kaffi er dýrkað næstan ellivu prosent.

Einasti matvørubólkur, sum er vorðin bíligari hetta seinasta árið, er fiskur, sum er lækkaður 0,3 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

5

Størv

Tíðaravmarkað starv sum Góðskuleiðari hjá Bakkafrost

Meira Umsóknarfreist: 06. apríl 2025

Maskinsmiðjur til smoltstøðina á Strond

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2025

Vit søkja eftir alilærlingum í Eysturoy og Norðoyggjum

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Hitatænastufólk søkist

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2025

Servicefólk til entreprenørmaskinur og bilar

Meira Umsóknarfreist: 22. apríl 2025

Norðurlandahúsið søkir eftir verkætlanarleiðara

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Vísindastørv í verkfrøði - náttúruvísindi

Meira Umsóknarfreist: 18. apríl 2025

Roknskaparfólk til SEV

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2025

Leiðari til Føroyahúsið í Keypmannahavn

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2025

Starvsfólk til køkin í Krásadeildini

Meira Umsóknarfreist: 13. apríl 2025

Vónin í Fuglafirði søkir lastbilførara

Meira Umsóknarfreist:

Byrja tína yrkisleið sum bankanæmingur

Meira Umsóknarfreist: 23. apríl 2025
6 Leygardagur 29. mars 2025

Prísvøksturin er nú 1,3 prosent

Prísvøksturin er nú nakað størri enn hann var í november. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Prísirnir í Føroyum eru hækkaðir 1,3 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025.

Prísirnir hækka við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. Tó er árligi prísvøksturin fyri februar í 2025 nakað størri enn árligi prísvøksturin var til seinastu uppgerð av brúkaraprístalinum, sum var í november í 2024 – tá var hann 0,8 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum toga prísvøksturin upp. 

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Prísirnir á klæðum og skóm eru lækkaðir 2,7 prosent seinasta árið. Somuleiðis eru prísirnir á útreiðslunum til býli lækkaðir 0,9 prosent seinasta árið. Prísirnir á 'heilsu', 'flutningi' og 'útbúgving' eru lækkaðir eitt lítið vet. 

Prísirnir á møblum, búnýti, tubbaki eru hækkaðir nakað. Eitt nú foreldragjald í dagstovnum er eisini hækkað.

Prísirnir á útreiðslum til býli lækka

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 0,9 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025. 

Miðalrentan er lækkað góð átta prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Fjarhita- og brennioljuprísurin eru lækkaðir eitt lítið vet sammett við februar í 2024. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður átta prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Elprísurin í Føroyum hevur verið óbroyttur seinasta árið. Elprísurin sveiggjar nógv í londunum kring okkum. Her skilir prísgongdin í Føroyum seg frá gongdini við høgu elprísunum úti í heimi.

Tað er ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki neyðturviliga er á sama stigi, sum í øðrum londum. Seinastu fimm árini er elprísurin í ávikavist Íslandi og Danmark hækkaður 44 prosent, meðan elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent. Í Noregi er elprísurin hækkaður heili 84 prosent hetta tíðarskeiðið.

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Prísurin á brennievni til flutning er lækkaður næstan tíggju prosent.

Lakari prísvøkstur enn í ES-londunum

Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,8 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er enn lakari – hann er 0,5 prosent. Prísvøksturin í Svøríki er á sama stigi sum í Føroyum, 1,3 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 4,2 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 3,6 prosent. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Kelda: Hagstovan 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

7 Leygardagur 29. mars 2025

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Landsstýrið eigur at seta eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan stóru vælferðarøkini; tað eru skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at vaksa uttan íhald næstu mongu árini, sigur Landsbankin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir. Kommunurnar eru 29 í tali. Fólkaskúlarnir eru 39 í tali, og 15 av teimum hava færri enn 40 næmingar. Tað staðfestir Landsbanki Føroya á heimasíðuni.

Bæði innan almannaverk og eldraøki eru fleiri smáir bústovnar. Hjá almannaverkinum eru heili 11 stovnar við 1-2 búfólkum og 38 stovnar við færri enn 10 búfólkum. Tað er bara ein stovnur undir almannaverkinum, sum hevur fleiri enn 30 búfólk. Á eldraøkinum, eru tilsamans 30 stovnar. 18 av hesum stovnum hava færri enn 20 búfólk.

Smáir stovnar gera tað væl truplari at hava skynsaman rakstur á stovnunum og harafturat krevja smáir stovnar eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir vóru størri. Hetta er serliga galdandi, tá ið stovnarnir hava tørv á samdøgursmanning.

Myndin niðanfyri vísir ársverk hjá landinum innan størstu økini; tað eru skúlaøkið, heilsumál og almanna og mentamál. Tað sæst, at talið á ársverkum er vaksið mest innan hesi stóru málsøkini. Neyðug er við nýskipanum á øllum hesum økjum.

[object Object]

Ítøkiliga átti landsstýrið at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll stóru vælferðarøkini. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at vaksa uttan íhald næstu mongu árini, skrivar Landsbankin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

8
Leygardagur 29. mars 2025

Umsetningurin høgur meðan yvirskotið tódnaði

Árið hjá MEST var merkt av stórum sveiggjum, har tað ávís tíðarskeið var sera nógv virksemi og onnur tíðarskeið óvanliga lítið at gera. Avlopið var 4,9 milliónir krónur

Mouritz Mohr, stjóri í Mest (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nettosølan hjá MEST samtakinum var 557,5 milliónir krónur og avlopið 4,9 milliónir eftir skatt. Árið var merkt av stórum sveiggjum, har tað ávís tíðarskeið var sera nógv virksemi og onnur tíðarskeið óvanliga lítið at gera. Í MEST samtakinum starvast 567 starvsfólk harav 75 lærlingar.

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á 150,1 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 52 prosent.

Leiðslan hevur sett sær fyri at betra um gongdina í 2025. Byrjanin av 2025 er merkt av nógvum áhugaverdum verkætlanum og nógvum virksemi. Lunnar eru lagdir fyri at styrkja fyritøkuna og laga fyritøkuna til framtíðar møguleikar. Ymisk framsøkin átøk og verkætlanir vóru sett í verk í 2024 og verða framd komandi mánaðirnar. Hesi fevna millum annað um hesar verkætlanir.

Nýggja turrdokkin – arbeiðið komið væl í gongd
Fyrsta skotið var latið av í januar 2025 í samband við bygging av nýggju turrdokkini á Skála. Nýggja turrdokkin er staðsett beint norðan fyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og  11,5 metrar djúp. Turrdokkin verður gjørd til nýggja ættarliðið av størri skipum. Dokkin verður liðug í oktober 2026.

[object Object]Nýggja dokkin - har arbeiðið er byrjað. Liðug í oktober 2026. Tá eru tvær turrdokkir á Skála

Nýggi frystitrolarin – skrokkurin kemur í november
Sáttmáli var í fjør gjørdur við felag hjá Varðanum um bygging av nýggjum frystitrolara. Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv.

Arbeiðið upp á skrokkin á skipasmiðju í Gdansk í Pólandi gongur eftir ætlan. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026.

[object Object]Nýggi frystitrolarin, sum MEST letur byggja til Varðan. Verður væntandi liðugur í 2026

Úr at gera innan alivinnuna – lívfiskastøð í Svínoy
Virksemið hjá MEST innan alivinnuna hevur veruliga tikið dik á seg, og hevur MEST verkætlanir hjá øllum alifyritøkunum – bæði á sjógvi og landi.

Millum størri verkætlanirnar telist umbygging av tænastuskipum hjá Bakkafrost til smoltflutning og umbygging til lívfiskastøð í Svínoy. MEST hevur her fingið ein týðandi leiklut sum heildarveitari at umbyggja støðina frá rognkelsistøð til lívfiskastøð hjá Bakkafrost í Svínoy. Talan er um eina umfatandi verkætlan, sum fevnir um projektering, uppsetan av RAS skipan, fóðurskipan, vatnreinsing og aðrari útgerð.

Latið sína fyrstu frágreiðing um burðardygd
MEST hevur í mars 2025 latið sína fyrstu grannskoðara góðkendu frágreiðing um burðardygd. Frágreiðingin er gjørd við støði í hollum faktuellum grundarlagi, sambært evropeiskum normum.

[object Object]Nýggja lívfiskastøðin, sum MEST umbyggir til Bakkafrost

MEST ynskir at tryggja, at fyritøkan økir um virksemi á ein burðardyggan hátt. Burðardygd verður sostatt hugsað inn í alt virksemi, og hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

- MEST er í kapping við fyritøkur bæði innan- og uttanlands og hevur MEST sett sær fyri at verða millum allarfremstu fyritøkur at veita tænastur til okkara kundar. Tessvegna verða stórar íløgur og nógv orka løgd í at betra okkara umstøður og styrkja tænastustøði – har ikki minst nýggja dokkin er ein umráðandi partur. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst og at fleiri og fleiri útlendskir kundar eisini velja MEST sum veitara, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

9 Leygardagur 29. mars 2025

Annað árið á rað við avlopi

Leiðslan setti í 2022 átøk í verk fyri at venda gongdini og tað hevur eydnast. Í fjør lógu 7,5 milliónir eftir á botnlinjuni hjá J&K Petersen

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svørt tøl á botnlinjuni. Úrslitið fyri skatt gjørdist 7,5 milliónir krónur.

Byggifyritøkan J&K Petersen Contractors aðalfund í gjár.

Annað árið á rað kundi aðalfundurin góðkenna ein roknskap við yvirskoti. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist í 2024 7,5 milliónir krónur, og er hetta nakað betri enn í fjør, tá úrslitið áðrenn skatt var 7,2 milliónir krónur.

Árini 2023 og 2024 hava verið merkt av ætlanini at venda gongdini, sum leiðslan setti í verk í 2022.

Átøkini, sum hava verið framd, hava givið góð úrslit, og við úrslitinum fyri 2024 er eginogn felagsins komin upp um 50 milliónir krónur.

- Úrslitið fyri 2023 var í ávísan mun ávirkað av kapitalpostum og frásølu av aktivum. Verður hugt at roknskapartølunum fyri 2024, er positiva úrslitið grundað á ein betraðan rakstur. Rakstrarúrslitið er betrað 2,8 milliónir krónur, hóast nettosølan er minkað 24,2 milliónir, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.

- Betraða rakstrarúrslitið hevur viðført, at gjaldføri felagsins er batnað munandi. Rakstrarvirksemi felagsins hevur givið ein positivan peningastreym á 15,9 milliónir, og hevur hetta viðført, at gjaldførislutfall felagsins nú er á einum nøktandi støði.

- Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina, sum vit eisini sóu í fjør, og at felagið framhaldandi skapar positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann í tíðindaskrivi stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2024.

Hini í nevndini eru Klaus Rasmussen, Ragnhild Petersen og Karl Andrias Petersen. Tey fýra tóku øll við afturvali og halda sostatt fram í nevndini.

Sigtór A. Petersen, sum tók við sum stjóri í 2022, sigur, at tað eru nógv og góð fólk, sum hava verið við til at vent gongdini hjá felagnum.

- Vit eru sera takksom fyri framúr hugburðin, sum starvsfólkahópurin hjá okkum hevur sýnt. Talan hevur verið um nógvar og stórar broytingar, og hesar vóru ikki gjørligar uttan ein eldhugaðan og væl virkandi starvsfólkahóp, sigur Sigtór A. Petersen.

Hini í leiðslubólkinum eru Anna Kalsø, sum er varastjóri og menningarleiðari, og Jákup Mørk, sum er fíggjarleiðari. Umleið 135 fólk starvast hjá felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

10 Leygardagur 29. mars 2025

Tórshavnar kommuna ætlar at keypa Kondittaríið

Ætlanin er at endurbøta bygningin, so at bygningurin aftur gert eitt savningarstað í miðbýnum, sigur kommunan – eigarin av Kondittarínum hevur bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 milliónir krónur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mitt í hjartanum av miðbýnum í Havn liggur gamla Kondittaríið, sum lat upp í 1925. Ein býarmynd tey flestu kenna, og sum fleiri hava vitjað gjøgnum tíðina. Men eyðkendi bygningurin er í ringum standi, og ætlanin var annars at taka bygningin niður. Tórshavnar kommuna ætlar nú at keypa bygningin og seta hann í stand.

– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit varðveita og hjúkla um søguna, mentanina og dámin í miðbýnum. Býurin er gamal, men ansa vit okkum ikki, hvørvir søgan skjótt. Við hesum tryggja vit, at tey hugnaligu, eldru og smáu húsini í okkara gongugøtu verða varðveitt, og tað fegnist eg um, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Húsini, sum vit kenna sum Kondittaríið, vóru upprunaliga eini sethús, sum Frants Restorff keypti fyri 5.000 krónur í 1915. Nøkur ár seinni - í 1925 - lat Kristina Restorff Restorffs kondittarí upp á "Glade Hjørn".

Síðani hava nógv fólk hava gingið gjøgnum eyðkendu hurðina við høvuðsinngongdina og inn á gólvið á Kondittarínum – eitt stað at hittast og práta um leyst og fast. Síðani er virksemið í bygninginum broytt, og seinast hevur ein klædnahandil hildið til í húsinum.

Umframt at endurbøta bygningin, er ætlanin at varðveita skapið av mønutekjuni og at varðveita úthurðina. Neyðugt er eisini at skifta klimaskerm, vindeygu og at skifta klædning. Ein partur av útbygninginum stendur inni á grannamatriklinum, og verður tí neyðugt at taka útbygningin niður, skrivar Tórshavnar kommuna.

Eigarin av Kondittarínum hevur bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 milliónir krónur. íroknað m.a. niðurtøku av uppíbygningi og høvuðsumvæling av klimaskerminum.

Keypið av Kondittarínum skuldi viðgerast á býráðsfundi hósdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

11 Leygardagur 29. mars 2025

Snildir falsarar royna framvegis

Royna at lokka fólk at flyta pengar. Enn veit løgreglan ikki um nakra støðu har tað hevur eydnast

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan hevur seinastu dagarnar fingið nakrar fráboðanir frá fyritøkum um teldupostar, har roynt verður at snýtt.

Svikarar royna seg við telduposti til onkran í fyritøkuni sum hevur við pengaviðurskifti at gera og spurt verður um fyritøkan hevur 100.000 krónur á bankakontuni til at gera eina flyting í dag.

Telduposturin er væl skrivaður á føroyskum og kundi væl passað. Men tað ger hann ikki og tískil skulu fólk vera varin, sigur løgreglan, sum ikki fær gjørt so nógv annað enn at ávara um hetta.

Teldupostadressan, sum verður brúkt er "[email protected]", sigur løgreglan.

Enn hevur tað ikki eydnast svikarum, at fingið nakran at flyta pening.

- Ikki sum vit vita um, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

12 Leygardagur 29. mars 2025

Petsit er vinnari av Ungt Virki 2025

Bólkurin við Anitu Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Mariu við Sandá hevur ment eina djóraansingarskipan

Petsit úr miðnám á Glasi. Í bólkinum vóru: Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Maria við Sandá, sum vantar á myndini. Á myndini eru eisini Sóley Hammer frá Hugskotinum og Rúna N. Rasmussen úr Føroya Banka
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bólkurin Petsit úr miðnámi á Glasi gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2025.

Nummar tvey gjørdist Risus úr Miðnám á Kambsdali og nummar trý gjørdist Bilatorgið úr Tekniska skúla í Klaksvík.

Vinnandi bólkurin Petsit hevur ment eina djóraansingarskipan, sum dómsnevndin metti vera so góða, at hon skuldi gerast vinnari av Ungt Virki 2025. Í bólkinum vóru Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Maria við Sandá.

- Vit kenna øll støðuna: Tú skalt ferðast, men hvør skal passa húsdjórini? Petsit hevur skapt eina loysn, har tú lættliga kanst finna álítandi húsdjórapassarar í tínum øki, lesa ummæli og samskifta trygt og skjótt, segði dómsnevndin um Petsit.

Petsit skal sostatt umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður 29. apríl. Vinnari av DM fer víðari til EM í íverksetan.

[object Object]Risus úr miðnám í Kambsdali. Í bólkinum vóru: Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe. Á myndini eru eisini Sóley Hammer frá Hugskotinum og Rúna N. Rasmussen úr Føroya Banka.

Á øðrum plássi var bólkurin Risus úr Miðnámi á Kambsdali, ið hevur ment litfagrar og stuttligar ruskspannir til børn. Í bólkinum vóru Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe.

[object Object]Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík. Í bólkinum vóru: Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir. Á myndini eru eisini Sóley Hammer frá Hugskotinum og Rúna N. Rasmussen úr Føroya Banka

Bólkurin Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík vann seg á triðja pláss við eini app, sum selur bilar og bildeilir. Í bólkinum vóru Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

13 Leygardagur 29. mars 2025

Ukrainskur ráðharri takkaði fyri stuðulin

Djóni Nolsø Joensen hevur hitt ukrainska vararáðharran í kenslu- og granskingarmálum á ráðstevnu í Reykjavík

Djóni Nolsøe Joensen og Yevhen Kudriavets (Mynd: bumr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og kenslumálum, hevur havt fund við ukrainska vararáðharran í kenslu- og granskingarmálum, Yevhen Kudriavets, sum eisini er á ISTP 2025 ráðstevnu í Reykjavík.  

ISTP  (International Summit of the Teachers Profession) er ráðstevna, har kenslumálaráðharrar og forfólk í lærarafakfeløgum í nógvum av heimsins londum møtast at umrøða felags áhugamál og samstarv.

Frá Føroya Lærarafelag luttóku Jacob Eli Olsen, formaður, og Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, sum eisini vóru við á fundinum við ukrainska ráðharran.

Ukrainski ráðharrin bleiv kunnaður um, hvussu støðan er hjá  teimum 25 ukrainsku børnunum, sum ganga í føroyska fólkaskúlanum. Ráðharrin fekk eitt eintak av bókini “Kríggið, sum broytti Rondo”, sum er ein ukrainsk barnabók um kríggj, sum er umsett til føroyskt, og sum Bókadeildin hevur givið út. Bókin viðger, hvørjar fylgjur kríggj hava á børn. Bókin er umsett til fleiri mál, og nú eisini til føroyskt. Inntøkan frá sølu av bókini fer til at hjálpa ukrainsku børnunum, sum eru komin til Føroya. Hetta verður gjørt gjøgnum Reyða Kross.

Ráðharrin takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum føroyingar hava víst ukrainska fólkinum og greiddi frá, hvussu tey skipaðu skúlan í Ukraina, nú kríggj framvegis herjar, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á netinum.

[object Object](Mynd: bumr.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

14 Leygardagur 29. mars 2025

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini

Um 20 prosent av teimum sum í dag eru 80+ ára gomul eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi. Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat í komandi tíðum, skrivar Landsbankin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Demografisku broytingarnar hava við sær, at tað verða alsamt fleiri eldri, samanborið við talið á fólki í arbeiðsførum aldri. Í dag eru nærum 1.000 fleiri pensjónistar (67+ ár) samanborið við í 2020 og sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovuni frá 2022, veksur talið á pensjónistum nógv komandi árini.

Hetta boðar Landsbanki Føroya frá.

Talið á 80+ ára gomlum er eisini vaksandi tí føroyingar liva longri. Í 2020 vóru gott 2.270 fólk sum vóru 80+ ára gomul, í 2030 verða tað væntandi um 3.500, og í 2040 áleið 4.500 fólk í hesum aldursbólkum. Alt annað líka kann væntast, at vøksturin í talinum á eldri borgarum fer at merkjast á røktartørvinum komandi árini.

Eldrarøktin liggur hjá kommununum, og kommunurnar fara helst í komandi tíðum at merkja eitt stórt trýst á útreiðslurnar til eldrarøktina. Um 20 prosent av teimum sum í dag eru 80+ ára gomul eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi. Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 15 árini. Í dag eru umleið 630 tøk búpláss til fastbúgvandi og umlætting.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

15 Leygardagur 29. mars 2025

Fagnaðardagur í Nólsoy páskaaftan

Umframt at Ovasavnið letur upp, verður eisini páskareggjaveiða og stOvetónar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin reyða, 19. apríl verður stórur fagnaðardagur í Nólsoy, har nógv spennandi og stuttligt er á skrá.

Nýggja Ovasavnið verður tikið í nýtslu kl. 13. Savnið, ið nólsoyingar saman við nógvum ótróyttiligum hondum, hava savnað pening og hjálpt til at fáa bygt.  Ovasavnið kemur at standa sum ein flottur varði, yvir søguna um Ova Joensen og tað stóra bragdi, hann gjørdi tá hann róði aðru fer úr Tórshavn til Hetlands og triðju og seinastu fer, tá tað eydnaðist honum, at rógva úr Nólsoy til Keypmannahavnar at kyssa havfrúna á Longulinju.

Á savninum hendan dagin bjóða, vit ókeypis kaku og kaffi. Eisini verður okkurt spennandi til børnini.

Á degnum verður eisini tann vælumtókta páskareggjaveiðan fyri børn og barnsligar sálir, ið sjórænararnir í Nólsoy skipa fyri. Sjórænararnir eru í sera góðum hýri, eftir at verða fríkendir í Føroya Rætti, tí leggja teir tilsamans 1000 egg runt í bygdini, og klokkan 14 lova teir teimum fyrstu avstað á veiðuna. Klokkan15 er seinna rundan. Tað plagar at verða ógvuliga stuttlig at síggja øll tey spentu børnini og vaksnu renna runt um alla bygdina.

Klokkar 16 byrjar stOvestónar, har 10 tónleikarar framføra í 10 ymsikum stovum, tilsaman verða 20 framførslur, í teimum hugnaligu stovunum, summar størri og aðrar minni. Tað er ein uppliving, tá tú gongur í túnunum í Nólsoy, frá stovu til stovu.

Tónleikarnir verða Benjamin Petersen, Anfinn Nielsen, Steintór Rasmussen, Simona Paula, Daniel Gomez, Sigmund, Maria og Leo, ASA, Marianna Winther og Ragnar Finnson og Spælimennirnir í Nólsoy. So her verður okkurt til einhvønn.

Atgongumerki er at fáa á Maggies.fo.

Á degnum nýtist eingin at ganga svangur í Nólsoy, tí Ungmannafelagið Royndin og Harraklubburin selja pylsur og toast í Royndarhúsinum og Ovasavnið selur fiskasuppu í tjaldinum uttan fyri Ovasavnið.

Teistin siglir eyka túrar: úr Havn kl. 13.30 og 14.30, umframt at Westvard Ho siglir úr Havn kl. 11 og úr Nólsoy kl. 19. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

16
Leygardagur 29. mars 2025

Spentir at fara aftur til fiskiskap

Leygardagin lá stóri grønlendski rækjutrolarin Regina C á Havnini. Sjómanstrúboðarin vitjaði ubmborð og fekk prát við skipararnar Rúna Samuelsen og Hjalta Eliasen

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Leygardagin lá stóri grønlendski rækjutrolarin Regina C á Havnini. Skipið hevur verið til viðlíkahald í Danmark og kom inn á Havnina eftir trolútgerðini.

Ávegis til Danmarkar var fiskireiðskapurin lagdur upp á land, so trolvirkið Vónin kundi seta trolini í stand. Nú er trolútgerðin fingin umborð aftur, og trolarin fór avstað aftur sunnukvøldið.

Skiparar eru Rúni Samuelsen og Hjalti Eliasen. 

- Vit hava verið fimm vikur í dokk í Frederikshavn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið. Vit eru vanliga í dokk triðja hvørt ár. Nú havi eg feriu, so Hjalti fer avstað við trolaranum, sigur Rúni.

- Nú gleði eg meg at fara aftur til fiskiskap. Eg eri spentur, tí tað frættist frá betri fiskiskapi, sigur Hjalti.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit hava umleið fimm samdøgur at sigla á fiskileið í Vesturgrønlandi. Eg rokni við vit royna har suðuri, og norður við strondini. Vanliga royna vit mest norðalaga í Grønlandi og landa sum oftast í Sisimiut.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025

17 Leygardagur 29. mars 2025

Hava samtykt at fara undir skúlaútbyggingina í Leirvík

Samlaða íløgan er mett til 95 milliónir krónur, og hetta verður tann størsta higartil í søguni hjá Eysturkommunu. Byggitíðin er mett til tvey og eitt hálvt ár, og Kanjon skal gera arbeiðið

Tað er enn óvist, júst nær arbeiði byrjar. Eysturkommuna skrivar, at verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað (Mynd: eysturkommuna.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Byggifyritøkan Kanjon úr Klaksvík hevði lægsta boðið til lisitatiónina fyri einum mánaða síðani, og sambært Per Martin Gregersen, borgarstjóra, verður tað eisini Kanjon, sum skal standa á odda fyri útbyggingina av Leirvíkar skúla.

Fimm tilboð komu inn. Boðið hjá Kanjon varð áljóðandi 64,5 milliónur krónur, og tað vóru tey í Eysturkommunu sum heild nøgd við.

Eysturkommuna skrivar, at verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.

- Nýggi bygningurin er umleið 2.000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.

[object Object]
Mynd: eysturkommuna.fo

Talan verður um dýrastu íløguna nakrantíð hjá kommununi, staðfestir Per Martin Gregersen. 

Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 95 milliónir krónur, og byggitíðin er mett til tvey og eitt hálvt ár.

Tað er ikki endaliga greitt enn, nær mánaði eitt av teimum ætlaðu 30 verður. Hetta skal tó órógva minst møguligt fyri næmingar og lærarar, sigur borgarstjórin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

18 Leygardagur 29. mars 2025

Articon skal byggja Røktarheimið á Stórubrekku

Tórshavnar Býráð hevur samtykt arbeiðstøkusáttmála við tilboði frá Articon uppá knappar 300 milliónir krónur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir ætlan byrjar arbeiðið at byggja Røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík nú í vár og tað stendur væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at taka av tilboði frá Articon upp á knappar 300 milliónir krónur umframt meirvirðisgjald. Eisini er samtykt at taka undir við sáttmála frá fyritøkuni Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu.

Fimm tilboð kom inn, frá Articon, HVT, J&K Petersen, Kanjon og MTV Byggivirki.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við Articon, og gjørt uppskot til arbeiðstøkusáttmála, sum nú er samtykt at taka undir við.

Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum.

Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

19
Leygardagur 29. mars 2025

Jógvan I gjørt ein róktúr

Tummas S. Johannesen hevði sín fyrsta túr sum skipari á Jógvani I

Tummas S. Johannesen, skipari á Jógvani I (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Hetta er mín fyrsti túrur sum skipari á Jógvani I. Tí var tað sera hugaligt, at tað gekk væl. Eg má siga, at skipið er gott og manningin er bæði dugnalig og røsk, sigur Tummas S. Johannesen.

Í farnu viku landaði frystilínuskipið Jógvan I 285 tons av frystum fiski í Kollafirði, sum teir høvdu fingið við Ísland. 

Teir fóru útaftur sama dag, og hava síðani roynt í lítla viku við Føroyar. Nú var tíðin úti og teir komu inn at skifta manning.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og hitti skiparan Tummas S. Johannesen. Hann segði millum annað:

- Síðsta túr royndi vit við Ísland. Vit fiskaðu í knapt 20 dagar og fingu 285 tons av toski og longu. Tað má sigast at verða góður fiskiskapur, eisini tá hugsað verður um, at tonsini eru í avhøvdaðum fiski. Lastin var full og umleið 15 tons av fiski vóru í agnlastini, sum eisini var full, tí væl av agnið var eftir!

- Vit fóru útaftur sama dag sum vit landaðu, og hava nú í lítla viku roynt við Føroyar. Vit hava umleið 40 tons inni. So leggja vit tonsini og fiskidagarnar saman, so kunnu vit ikki annað enn verða nøgdir, tí vit hava fiskað uml. 327 tons í 27 dagar, sigur hann.

- Er nógvur fiskur við Ísland?

- Tað er tað óivað, og vit vóru eisini hepnir. Vit brendu í fisk beinanvegin og lógu einsamallir allar dagarnar. Veðrið var sera vánaligt í útvið eina viku. Tá mistu vit tveir fiskidagar, og stríddu okkum gjøgnum hinar, sigur Tummas. 

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hetta er mín fyrsti túrur sum skipari á Jógvani I. Tí var tað sera hugaligt, at tað gekk væl. Eg má siga, at skipið er gott og manningin er bæði dugnalig og røsk. Ein kvinna er við, og hon er líka røsk sum menninir og hevur góða ávirkan á manningina, sigur Tummas S. Johannesen. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

20 Leygardagur 29. mars 2025

Her ber til at fiska síl úr koyristóli

Tað er neyvan nógvastaðni í Føroyum, at tú sleppur til eitt vatn í koyristóli og hevur møguleikan at sita og fiska síl við vatnið. Men tað letur seg gera við Sandsvatn

(Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er neyvan nógvastaðni í Føroyum, at tú sleppur til eitt vatn í koyristóli og hevur møguleikan at sita og fiska síl við vatnið.

Men, hetta letur seg væl gera við Sandsvatn, og hesin møguleikin hevur verið í nógv ár, skrivar Sands kommuna.

Tað eru fleiri ár síðan, at brúgvin kom, og tað eru løtur, tá tú sært fólk í koyristóli – ella fólk, sum eru illa gongd - sita her og fiska.

Ein fantastiskur møguleiki, har øll hava atgongd, og hetta kostar ikki eitt oyra.

Nøkur ár herfyri skiltist, at MEGD var í holt við at skráseta støð, har avlamin og fólk við rørslutarni kundu sleppa til serstøk støð.

Millum støðini, sum vóru áhugaverd, var eisini Sandsvatn og henda brúgvin, sum eisini er atkomilig hjá avlamnum.

Øll kunnu standa her, og brúgvin er eisini vælegnað hjá barnafamiljum, sum hava hug at standa her og fiska og njóta vakra umhvørvi við vatnið eina løtu.

- Sandoyggin er vælsignað við fleiri vøkrum vøtnum, og her í okkara nærumhvørvi eru bæði Sandsvatn og Gróthúsvatn tvær perlur í náttúruni, skrivar kommunan.

Beint eystan fyri bygdina eru Stóravatn og Lítlavatn, har Stóravatn liggur beint við vegin til Djúpadals og Skarvanesar.

Tað er bert ein lítil løta at ganga av vegnum og oman á Lítlavatn, og felags fyri øll hesi vøtn er, at her eru síl og sera vakurt umhvørvi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

21 Leygardagur 29. mars 2025

Reisigildi á Hulki

Hósdagin var reisigildi hjá oljufelagnum Krafta, sum setur goymslutangar upp á Hulki á Strondum

(Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Reisigildi var í vikuni á Hulki á Strondum. Oljufelagið Krafta hevur sett goymslutangar upp, og eitt stórt stig í verkætlanini er liðugt.

Tangarnir eru 17 metrar høgir og 14 metrar breiðir.

Væntandi verður alt arbeiði liðugt tíðliga í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

22 Leygardagur 29. mars 2025

1949 næmingar kappaðust í støddfrøði

Leygardagin var finalan í Pangea støddfrøðikappingini hildin á Skúlanum á Fløtum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 22. mars var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2025 hildin í Høllini á Skúlanum á Fløtum.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1.949 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í februar mánaði.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin.

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey flestu høvdu familju ella vinir við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.

Landstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vinnararnir vóru:

3. flokkur: Fríðrikur Abrahamsen, Skúlin á Fløtum
4. flokkur: Lisa Jing Xin, Sankta Frans Skúli
5. flokkur: Bjarni Hávardsson, Stranda Skúli
6. flokkur: Benn Karlsson, Tofta Skúli
7. flokkur: Fríða Vang Hammer, Skúlin á Fløtum
8. flokkur: Heiðrún Bogadóttir Enni, Eysturskúlin
9. flokkur: Snorre Sebastian Sand, Eysturskúlin

Ætlanin er, at Pangea Støddfrøðikappingin verður aftur næsta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

23 Leygardagur 29. mars 2025

Fosturforeldraskipanin skal eftirmetast

Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini, sigur Fosturforeldrafelagið sum heitir á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum um at seta gongd á arbeiðið

Nevndin í Fosturfroeldrafelagnum (Mynd: Fosturforeldrafelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir aðalfund í Fosturfroeldrafelagnum 22. mars eru tey í felagnum samd um, at tørvur er á at eftirmeta fosturforeldraksipanina, sum varð sett í verk fyri skjótt 20 árum síðani.

– Tað er okkara vón, at politiski myndugleikin sum varðar av barnaverndarøkinum setur gongd á arbeiði at eftirhyggja allar tættir í fosturforeldraskipanini, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

– Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini.

Fosturforeldrafelagið heitir á landsstýrismannin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at fáa sett gongd á at eftirmeta fosturforeldraskipanina, og í Fosturforeldrafelagnum vilja tey fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði.

Felagið vísir á, at fosturforeldur eru ein sera týðandi partur í arbeiðnum hjá barnaverndartænastum, tá tað kemur til umsorganarsvikin børn.

– Nýggjastu tølini fyri, hvussu nógv børn eru sett heiman, eru frá 2023. Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.

– 70 prosent av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða, sigur felagið.

Á aðalfundinum 22. mars var eisini nevndarval á skránni, og hesi vórðu vald í nevndina: Annlis Bjarkhamar, Herdis Justesen, Birna T. Gunnarsson, Randfríð Skorheim Sørensen, og Marjun Sørensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

24 Leygardagur 29. mars 2025

Sigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøði

Hann hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2022, og millum annað undirvíst í fleiri fakum innan fyri evnafrøði

Sigurd er útbúgvin evnafrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ph.d.-prógv í atmosferiskari evnafrøði frá Aarhus Universiteti. Harumframt hevur hann eisini arbeitt sum postdoc-granskari á Aarhus Universiteti og á Stockholms Universiteti.
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá.

Sigurd hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2022. Hann er útbúgvin evnafrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ph.d.-prógv í atmosferiskari evnafrøði frá Aarhus Universiteti. Harumframt hevur hann eisini arbeitt sum postdoc-granskari á Aarhus Universiteti og á Stockholms Universiteti.

Síðan hann kom til Setrið, hevur hann undirvíst í fleiri fakum innan fyri evnafrøði, havt ábyrgd av fleiri bachelor-skeiðum og einum ph.d.-skeiði. Somuleiðis hevur hann tikið stig til at gera undirvísingina meira atkomuliga við eitt nú hybridundirvísing og beinleiðis stroyming. Hann er og hevur verið virkin í leiðslu og nevndararbeiði, m.a. sum varalimur í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum dagligur trygdarleiðari og eisini sum limur í lestrarráðnum. 

Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara ella professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini, greiðir Setrið frá.

- Metingarnevndin vísti á serligu styrkirnar hjá Sigurdi viðvíkjandi gransking, undirvísing og akademiskum virksemi. Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul til gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Sigurd Christiansen verður framfluttur til lektara í evnafrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini sótu Hans Pauli Joensen, lektari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Ilona Riipinen, professari, Stockholms Universitet, og Tore Skodvin, lektari, Universitetið í Bergen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

25 Leygardagur 29. mars 2025

Dorthea Højgaard Dam sett sum trivnaðarleiðari hjá Vága kommunu

Dorthea, sum byrjar í starvinum 1. apríl, fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum hjá trivnaðardeildini

(Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Søkt hevur verið eftir trivnaðarleiðara til Vága kommunu, og hevur býráðið valt at seta Dortheu H. Dam í starvið, boðar kommunan frá.

Dorthea er 41 ára gomul og búsitandi í Sandavági. Hon er útbúgvin sosialnámsfrøðingur, og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at menna og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.

Seinastu árini hevur hon starvast sum verkætlanarleiðari á barna- og ungdómsøkinum hjá kommununi, og áðrenn tað var hon eitt skiftið virkandi leiðari í frítíðarskúla.

Dorthea byrjar í starvinum sum trivnaðarleiðari 1. apríl.

Í starvinum kemur Dorthea at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar og áhugafelagsskapir í Vága kommunu. Hon fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum hjá trivnaðardeildina, sum fevnir um mentanar- og trivnaðarøki, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið stórar ávirkan á hvussu Vága kommuna verður rikin, skrivar Vága kommuna.

Høvuðsuppgávurnar hjá henni verða m.a. leiðsla av mentanarøkinum, harímillum yvirskipað ábyrgd av kvøldskúla, fyriskipan og samskipan av, mentanarstuðli, tiltøkum o.ø.

Innan trivnaðarøkið verður høvuðsuppgávan at tryggja og menna tilboðini, sum kommunan hevur á økinum, samskiftið við aðrar stovnar, ítróttarfeløg, borgarar umframt fleiri aðrar uppgávur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

26 Leygardagur 29. mars 2025

Nýggjur formaður í Læknafelag Føroya

Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, varð 22. mars valdur til nýggjan formann

Frá vinstru: Aksel Berg, Rói á Kósini, Turið Johannesen, Ragnar D. Hammer, Shahin Gaini og Niclas H. Eysturoy
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Læknafelag Føroya hevur á eykaaðalfundið leyðardagin 22. mars valt Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, sum nýggjan formann í Læknafelag Føroya.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya.

Í Yngri Læknar Føroyar eru tað yngri læknarnir Aksel Kambsskarð Berg og Eyðbjørg K. Gaard, sum eru formaður og næstforkvinna.

Í Kommunulæknafelag Føroya eru tað kommunulæknarnir Turið H. Johannesen og Rói á Kósini, sum eru ávíkavíst forkvinna og næstformaður.

Í Serlæknafelag Føroya eru tað Shahin Gaini, professari og yvirlækni í infektiónsmedisin, sum er formaður, meðan Niclas H. Eysturoy, yvirlækni í ortopædkirurgi, er næstformaður.

Nevndin í Læknafelagð Føroya stendur av forfólkum og næstforfólkum í øllum trimum súlum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

27 Leygardagur 29. mars 2025

Listaflog 2025 fer til bókmentir og dans

Úrvalsnevndin hevur í ár valt at býta stuðulin, sum tilsamans er 125.000 krónur, í tveir partar. Rithøvundurin Kim Simonsen fær 75.000 krónur til bøkur og bókmentir, og dansiverkætlan fær 50.000 krónur

(Mynd: Tróndur Dalsgarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er avgjørt, hvør fært Listaflog-stuðulin hjá Atlantic Airways í 2025.

Úrvalsnevndin hevur í ár valt at býta stuðulin, sum tilsamans er 125.000 krónur, í tveir partar.

75.000 krónur verða latnar rithøvundanum Kim Simonsen til bøkur og bókmentir.

- Kim Simonsen er ein av okkara virknastu og mest viðurkendu rithøvundum, sum hevur ment seg nógv seinastu árini. Hann verður týddur til nógv ymisk mál og stendur á gáttini til eitt altjóða gjøgnumbrot, sigur úrvalsnevndin m.a. í grundgevingini.

[object Object](Mynd: Thomas Koba)

Rithøvundurin hevur fingið fleiri viðurkenningar, eitt nú M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, og í fjør varð hann tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ‘Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’.

- Umframt sjálvur at vera virkin, hevur Kim Simonsen stóran týdning fyri føroyskar bókmentir við forlagnum Eksil. Eisini hevur hann í nógv ár skipað fyri bókmentatiltakinum á G! Festivalinum, og nú seinast bókmentafestivalin ‘Faroe Islands International Literary Festival’. So sigast kann ikki annað enn, at Kim Simonsen hevur ein stóran og týðandi leiklut, tá ið tað kemur til føroyskar bókmentir.

Kim Simonsen fegnast sum vera man um stuðulin.

- Eg vil takka Atlantic Airways og nevndini í Listaflogi. Játtanin fer til bøkur, ið vónandi kunnu víðka føroysku yrkinga- og skaldsøgusiðvenju. Í míni seinastu bók vóru vit á eini gonguferð millum yvirsæddar og hóttar lívsformar, har alt byrjar og endar, í havinum. Tað snýr seg um gera hesar bøkur betri, so at tær kunnu koma út altjóða og natúrliga eru á altjóða støði, m.a. við ritstjórn, týðing og útgávuvirksemi, sigur Kim Simonsen m.a. og heldur fram:

- Týðingar, altjóða tíðarrit og antologiir uttanlands hava latið hurðar upp fyri meg seinastu árini. Herfyri kom eg út í Italia, skjótt í Ungarn, Danmark, USA og Norðurmakedónia og vónandi  Svøríki, Týskland og Noreg eisini skjótt. Tað, sum er avgerðandi er, at Listaflog gevur mær bæði samanhangandi tíð at arbeiða, og at eg kann arbeiða saman við mínum netverki uttanlands, so at eg eisini kann vera við til at menna føroyskar bókmentir á vónandi fleiri økjum samstundis.

50.000 kr til dansiverkætlan
Dansivirkið RIVA fær 50.000 krónur úr Listaflogi á hesum sinni. Peningurin fer til verkið Rýtmugrafi, sum er eitt samstarv millum dansivirkið RIVA og Føroya Slagverks Ensamble.

- Dansivirkið RIVA hevur seinnu árini traðkað nýggjar rásir í listaliga umhvørvinum í Føroyum við fleiri spennandi verkætlanum. Tey hava av álvara gjørt um seg við fleiri spennandi dansisýningum og sett dagsskránna í modernaðum dansi í Føroyum. Vert er at bíta merki í, at verkætlanin, ið verður stuðlað, er eitt áhugavert tvørlistaligt samstarv við Føroya Slagverks Ensemble. Slagverk mynda ofta bakgrundina í tónleikaframførslum, men í hesi verkætlanini fáa slagverk ein týðandi og spennandi leiklut í framførsluni, sigur úrvalsnevndin millum annað um orsøkina til, hví júst Dansivirkið RIVA fær stuðul úr Listaflogi. 

Tað eru Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Árting og Búi Rouch, ið eru høvuðspersónarnir í Dansivirkinum RIVA. Tey eru gleðast um Listaflog-stuðulin, sum er týdningarmikil fígging fyri at kunna fullføra verkætlanina.

- Verkið Rýtmugrafi, sum Listaflogstuðulin skal brúkast til, kannar samspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligar miðlar í einum pallverki. Tað er leitanin eftir einum felags sereyðkenni, einum felags pulsi hjá bæði tónleikarum, dansurum og áskoðarum. Hesin pulsurin í rúminum verður við til at skapa eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í. Tað er hesa grundkenslu vit ynskja at raka, tá ið áskoðararnir traðka inn í høllina í Norðurlandahúsinum, siga tey trý í Riva.

Verkið verður eftir ætlan pallsett tann 29. og 30. novembur 2025.

- Rýtmugrafi er liður í okkara langtíðarætlan um at víðka um fatanina av dansi í einum samtíðarlistahøpi og at gera dans til ein størri og meiri rótfestan part av føroyska listalandslagnum, umframt at varpa ljós á og granska spennandi møguleikarnar í tvørlistaligum samstørvum millum føroysk listafólk. Sostatt er stuðulin frá Atlantic Airways ein týdningarmikil liður í at gera okkara visjón fyri føroysku dansilistina til veruleika.

Í úrvalsnevndini í ár sita annars Jørgen Meitilberg fyri Almanna- og mentamálaráðið, Jóhan Martin Christiansen fyri Listafólkasamband Føroya og Esther Dahl fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.

Hetta er sjeynda ferðin, Listaflog verður latið. Stuðulsskipanin varð upprunaliga sett á stovn, tá ið flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum.

Tey, ið áður hava fingið stuðulin eru: Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen (2017), Heiðrikur á Heygum (2018), Sunleif Rasmussen, Greta Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019), Kristina Thede Johansen (2022) og Brimheim (2023) og Gunnvá Zachariasen (2024).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

28 Leygardagur 29. mars 2025

Sissal á pallin sum nummar ellivu

Jóhanna Sissal Norðberg Niclasen og "Hallucination" verður í innleiðandi umfarinum av Eurovision 15. mai

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú greitt hvat nummar í røðini Jóhanna Sissal Norðberg Niclasen fer á pallin tá Eurovision verður í maimánað.

Havnarkvinnan skal framføra til seinna innleiðandi umfarið, sum verður hóskvøldið 15. mai, og tað verður sum tann ellinta tað kvøldið.

Við lagnum 'Hallucination' vann hon danska Melodi Grand Prix og skal umboða Danmark í ársins Eurovision.

Fyrra innleiðandi umfarið verður týsdagin 13. mai, tað seinna 15. mai, og sjálv finalan verður 17. mai.

Les eisini: Svimjidraktin sleppur ikki við til Eurovision

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

29 Leygardagur 29. mars 2025

Útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin

Sungnir verða nakrir av sálmunum, sum eru við í stóra sálmasavninum "Føroysk Sálmaløg"

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við at plátufelagið TUTL á grækarismessu gav út upptøkur av sálmasavninum “Føroysk Sálmaløg”, verður útgávukonsert í Havnar kirkju nú sunnudagin kl. 16.

Tað var forlagið Búgvin, sum í 2012 gav út Sálma- og lagasavnið “Føroysk Sálmaløg”.

Í bókini eru 65 sálmar, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað, og Knút Olsen gjørt løg til.

63 av hesum sálmum eru nú sungnir og tiknir upp. Einstaklingar syngja nakrar sálmar, og nakrir eru sungnir sum duett. Annars eru tað sangbólkar, ið hava sungið ein part av hesum sálmum, sum Finnur Hansen hevur tikið upp, og TUTL lagt út á talgildu miðlarnar, Youtube og Spotify.

Til konsertina fara solistar at syngja nakrar av “teirra” sálmum. Eins og á upptøkunum hevur Gudmund Mortensen orgulfylgispælið.

Solistarnir verða: Andreas Samuelsen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Eyðbjørg Hansen, Sanna Bæk Hoydal og Sámal Matras Kristiansen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sermerktu konsert, sum hátíðarheldur útgávuna av nýggjum sálmum hjá Peturi Jakob Sigvardsen og Knút Olsen.

Aftan á konsertina verður drekkamuður í Kirkjustovu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

30 Leygardagur 29. mars 2025

Metnógvir bólkar teknað seg til Sement í ár

28 bólkar hava teknað seg til tónleikakappingina Sement í ár

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í apríl fer ársins útgáva av tónleikakappingini Sement av bakkastokki í Reinsarínum, og luttøkan í ár er metstór.

Fyriskiparar boða frá, at ikki minni enn 28 bólkar hava teknað seg til kappingina.

– Vit eru spent sum lítlar hønur at koma í sving og gleða okkum til eitt brak av einari kapping!

– Í ár hava vit alt frá Klaksvík til Suðuroy, vit hava tilflytarar, og vit hava eitt breitt tónleikaspenni – frá singer-songwriter og hørðum rokki til gangsta rap og elektroniskan tónleik, skriva fyriskiparar, sum leggja afturat, at teir fara at almannakunngera bólkar og undanumfør í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

31 Leygardagur 29. mars 2025

Blues Perlan verður í kvøld

Næturljóð, Terji Krossteig, The Crosswind Band, Uni Debess & The Tomcats, og Froðbiar Sóknar Blues Orkestur framføra í Reinsarínum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið er tiltakið, sum seinastu árini hevur savnað bluesáhugað fólk í Reinsarínum, aftur á skránni.

Blues Perlan verður í kvøld klokkan 19.

– Hvør einasta framførsla er ein smakkiroynd av blues himmalinum. Sum ein klassa tónleikabuffét, har bara tað besta er gott nokk. Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í eitt heilt ár, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Bólkarnir, sum fara at framføra hesaferð, eru Næturljóð, Terji Krossteig, The Crosswind Band, Uni Debess & The Tomcats, og Froðbiar Sóknar Blues Orkestur.

– Um tú vilt uppliva eitt kvøld, har tú ikki bara hoyrir blues, men eisini merkir og livir blues – so er Blues Perlan rætta staðið fyri teg, siga fyrireikararnir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

32 Leygardagur 29. mars 2025

Gomul leiku fáa nýtt lív á barnafestivali

Hvussu sleppa vit undan ovurnýtslu? Eitt, sum kann hjálpa, er at gera ting í stand, tá ið tey brotna ella gerast í ólagi. Tí bjóðar Norðurlandahúsið børnum at koma á umvælingarverkstað á barnafestivalinum Frítt Flog um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vit liva í einum samfelag, har vit hava ríkiligt av øllum, men áhaldandi keypa nýtt. Av og á kann vera gott at steðga á og hugsa okkum um, hvat vit í veruleikanum hava tørv á. Um vit nýta hugflogið, so hava vit kanska ikki brúk fyri so nógvum afturat - tí hugflogið er nógv kulari og ótrúligari enn nakað, tú kanst keypa í einum handli. Hetta er boðskapurin á ársins barnafestivali Frítt Flog – Rimmarland.

Her kunnu børn spæla og arbeiða kreativt og fáa møguleikan at kanna nýtslu á ein stuttligan og læruríkan hátt. Tey kunnu m.a. vitja umvælingarverkstaðin, har mekanisk og elektronisk leiku fáa nýtt lív. Kanska fjarstýrdi bilurin fer at koyra aftur, og kanska spælihundurin aftur fer at goyggja.

Kári á Torkilsheyggi frá Elektronikkskúlanum og Oddmar Dam standa fyri umvælingarverkstovuni. Teir taka ímóti leikum við mekaniskum og elektroniskum lutum, so sum leikum ið røra seg, lýsa ella geva ljóð frá sær. Tað vil siga tíverri ikki bamsum, plastleikum ella tílíkum. Ikki ber til at umvæla øll leiku, men teir fara at gera sítt ítasta.

Børnini kunnu hava eitt leika við í part og tey kunnu fylgja við í umvælingini, fyri at læra hvussu leikan er bygd. Kanska tað kann geva íblástur til sjálv at umvæla ting har heima, næstu ferð okkurt verður í ólagi.

Frítt Flog verður í Norðurlandahúsinum 29. og 30. mars. Festivalplass kann keypast á www.nlh.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

33 Leygardagur 29. mars 2025

Nýtt føroyskt fótbóltsspæl komið út

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt spæl, grundað á Fantasy Football hugtakið, har tú kanst samanseta títt egna lið við spælarum frá Betrideildini hjá monnum og kappast við vinir, starvsfelagar og allar føroyingar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvør heldur tú hevur mest skil fyri føroyskum fótbólti? Tú, ein av tínum vinum, ella ein av tínum starvsfeløgum? Nú er ikki neyðugt at kjakast um tað longur, tí við nýggju heimasíðuni fantasilið.fo ber til at fáa svar.

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt spæl, har tú kanst samanseta títt egna lið við spælarum frá Betrideildini hjá monnum og kappast við vinir, starvsfelagar og allar føroyingar.

Í stuttum, so velur tú 15 leikarar úr Betrideildini hjá monnum á títt lið, og eftir hvørt umfar fært tú stig fyri, hvussu væl leikararnir kláraðu seg. Á heimasíðuni kanst tú fylgja við hvat lið hevur mest stig, og eisini er møguligt at gera tína egnu deild, so tú kanst kappast móti vinum og starvsfeløgum.

Fantasilið er grundað á Fantasy Football hugtakið, og brúkar sama leist sum Fantasy Premier League, sum hevur yvir 11 mió. brúkarar.

Verkætlanin er stuðlað av Vinnuframa, Nema og LÍV, og er gjørd í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, sum veitir hagtølini til spælið.

fantasilið.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

34 Leygardagur 29. mars 2025

Hetland riggar seg til rúmdarvinnu

Og kann taka Føroyar við sær út í rúmdina

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður vitjar rúmdarhavnina í Hetlandi, her saman við undangongumanninum, Frank Strang (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norðast á oynni Unst í Hetlandi verður í hesum døgum grundarlag lagt undir  eina spennandi framtíðar vinnu, sum ikki líkist nakrari aðrari í Hetlandi ella fyri tað í Evropa.

Talan er um eina rakettstøð, sum skal senda smærri fylgisveinar út í rúmdina. Stigtakarin til hesa fyri okkum oyggjabúgvar óvanligu verkætlan er Frank Strang , ein íverkseti av teimum stóru og ævintýrari tó enn við báðum beinum á jørðini. Rúmdarhavnin kann gerast eitt týðandi lið í eitt nú verjuni av Evropa.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eitt føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum Bjarna K. Petersen á odda vitjaði í Hetlandi í farnu viku. Eftir at tveir av royndu tyrlupilotunum hjá Atlantic Airways, Andreas Mourtisen og Rani Herup høvdu flutt ferðalagið trygt og væl til Hetlands gekk leiðin fyrst út í oynna Unst, har verkætlanin “SaxaVord UK Spaceport” er við at taka skap.

Ytst úti á oynni við útsýni til Atlantshav verður arbeitt við at byggja ikki færri enn tríggjar rakettútskjótingarpallar. Hesir skulu vera við til at nøkta stóra tørvin á smærri fylgisveinum hjá bæði fyritøkum og myndugleikum í øllum Evropa. Í dag eru bert tvey pláss í Evropa við slíkum útskjótingarstøðum, á Andøya í Noregi og í Kiruna í Svøríki.

Orsøkin til at vit ikki finna slíkar útskjótingarstøðir á evropeiska meginlandinum er trygdin. Tað ber rætt og slætt ikki til at skjóta út rakettir við fylgisveinum í tættbygdum økjum. Og tí kom Hetland inn í myndina.

[object Object]

Hetland sera vælegnað

Frank Strang er ikki í iva. Unst í Hetlandi er framúr vælegnað til endamálið, og hevur hann lagt øll tey seinastu árini í hesa stóru og óvanligu verkætlan saman við íleggjarum og góðum fólki í Hetlandi. Við sær hevur hann eisini fingið ríkasta borgaran í Danmark, sum er størsti einstaki íleggjarin.

Hann hevur eisini fingið stuðul frá bretskum myndugleikum og stjórnini, sum síggja stóra tørvin á eini útskjótingarhavn, ið kann taka kappingina upp við støðir í eitt nú USA.

- Hvat hendir tann dag, tá Elon Musk sløkkir fyri sínum Starlink fylgisveinum. Skulu vit tá øll vera bundin at hansara fyritøku, spyr Frank Strang og svarar, at neyðugt er, at vit í Evropa hava nakað at senda upp ístaðin.

[object Object]

Tá føroyska ferðalagið  vitjaði í SaxaVord heilsaðust sum teir fyrstu Frank Strang og føroyski íverksetin Jóhan Mortensen. Teir hava kenst nú í fleiri ár, og hevur Jóhan brúkt sín kunnleika frá SaxaVord til at sannføra føroyingar um, at henda verkætlan kann lata upp fyri avleiddum virksemi  fyri Føroyar sum “tracking” støð at taka niður dátur frá fylgisveinum.

[object Object]Føroyska ferðalagið á SaxaVord UK Spaceport. 

[object Object]Frank Strang stjóri fyri rúmdarverkætlanini og Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður

Føroya Tele fylgir við

Føroya Tele hevur víst málinum stóran ans, og í tí sambandi var eisini Páll Vesturbú, stjóri í FT Net við í ferðalagnum. Í september í fjør varð skipað fyri tiltaki á Føroya Tele, har framtíðar møguleikar hjá Føroyum í sambandi við rúmdarvinnu vórðu á skránni eitt nú spurningurin um at brúka Føroyar sum “trackingstøð” í sambandi við útskjótingar frá Hetlandi.

Og nú vórðu brádliga umboð fyri bæði myndugleikar og vinnuna til steðar í sjálvum hjartanum á stóru hetlendsku rúmdarverkætlanini. Umboðini fyri landsstýrið og føroyskar vinnufyritøkur vóru ikki sørt hugtikin av hesum heldur sjáldsama íverksetanum í náttúruvakra umhvørvinum, har krákurnar venda.

[object Object]

Hugtakandi var at hoyra Frank Strang, fyrrverandi RAF pilot og undangongumann til verkætlanina, eldhugaðan greiða frá. Fyri eitt føroyskt ferðalag mundi henda løtan kennast sum nakað frá eini fantasiverð. Hann vísti á eina miseydnaða útskjótingarroynd í fjør, sum kortini ikki gjørdist nøkur vanlukka, eingin fekk skaða, tí allar trygdarreglur vórðu hildnar.

Les eisini: Eldur kom í rakettmotorarnar

Slík roynd eigur heldur ikki at metast sum nakað veruligt afturstig, tí í hesum ídnaðinum verður tað eisini tikið við, at alt ikki riggar beinanvegin. Avleiðingin er, at fyrsta útskjótingin er útsett til í heyst.

[object Object]

Frank er heldur ikki maðurin, sum gevst á hondum hóast byrjunnartrupulleikar. Hann og fólkini rundan um hann arbeiða dag sum nátt at fáa hesa stóru verkætlan av bakkastokki. Í løtuni verður eisini gjørt klárt til enn tveir útskjótingarpallar. Tølini eru eisini ógvuslig, tá vit spyrja til kostnaðin. Higartil er brúkt nærum ein mia. kr, og tá alt er liðugt fer tað at nærkast  tveimum  mia. skilst.

[object Object]

NATO eisini áhugað

Frank Strang dylur ikki fyri, at henda verkætlanin er nakað serligt. Hon kann nevniliga fáa stóran týdning fyri bæði Hetland og Evropa annars, tí eftirspurningurin eftir útskjótingarhavnum í Evropa er alsamt vaksandi.

Í dag eru tað mest stórveldini,  sum standa fyri slíkum útskjótingum men tá  er tað eisini í nógv størri mát. Ídnaðurin í Evropa hevur tørv júst á eini slíkari støð til smærri rakettir og fylgisveinar,  sum henni á SaxaVord. Tað at eisini NATO verjusamgongan  hevur havt fyrispurning um at kunna brúka støðina sigur heldur ikki so lítið um týdningin av henni.  

Ótryggleikin í heiminum serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina og valið av Donald Trump til forseta í USA kann vera medvirkandi  til at skunda undir royndirnar at byggja eina rakettútskjótingarstøð fyri fylgisveinar í Hetlandi. Rúmdarídnaðurin er annars undir stórum vøkstri í Evropa og leggja bæði Bretland og Týskland seg nú eftir at samskipa framtíðar fylgisveinaverkætlanir, bæði í sambandi við yvirvøku úr rúmdini eins og til handilslig endamál.  

[object Object]

Týskar fyritøkur ganga undan

SaxaVord Spaceport og týska fyritøkan “Rocket Factory Augsburg (RFA)” hava boðað frá, at tey vilja fara undir uppskjóting av m.a. yvirvøku fylgisveinum. RFA hevur tí staðið fyri stóra kostnaðinum at fáa øll loyvini upp á pláss. Hetta kemur eftir eina avtalu millum bretsku og týsku stjórnirnar um at menna verjusamstarvið. Avleiðingin av hesum kann hava alstóran týdning fyri rúmdarhavnina í Hetlandi. Eisini bretska stjórnin hevur veitt stuðul til verkætlanina. Nú bíða so øll eftir, at SaxaVord skal kunna prógva sítt tilverugrundarlag.

Nú øll kravd loyvi, og tey eru mong, eru fingin til vega, vónar Frank Strang, at vit fara at síggja nógv virksemi komandi árini eftir fyrstu útskjótingina í heyst. Miðjað verður móti 8-10 útskjótingum um árið fram til 2030. Ein útskjóting er mett at kostar einar 70 milliónir krónur.

Frank Strang:
- Vit liva í eini óstøðugari og ótryggari verð, har rúmdin kann koma at fáa alstóran týdning  fyri trygdina og  okkara búskapir, og her kann SaxaVord støðin fáa týdning í arbeiðinum at verja okkara áhugamál.

Fyrrverandi bretski trygdarráðharrin Tom Tugendhat segði herfyri, at rúmdin fer at hava ein týðandi leiklut fyri trygdina á jørðini.

- Ein sjálvstøðug útskjótingarstøð  sum SaxaVord kann vera við til at verja okkara áhugamál og okkara sameindu. Tí mugu vit vera tilreiðar at gera íløgur í verkætlanir sum SaxaVord.

[object Object]

Stóran týdning fyri fólkið í Hetlandi

Áðrenn føroyska ferðalagið fekk høvi at fara út á sjálva útskjótingarstøðina gjørdi Frank Strang greitt, at longu nú hevur henda verkætlanin sett ringar í sjógvin í Hetlandi. Tey ungu, sum rýma til Skotlands at útbúgva seg og oftani ikki venda heimaftur, síggja her brádliga ein nýggjan møguleika. Tosað verður alla staðni um SaxaVord rúmdarhavnina, sum longu hevur sett nógv virksemi í gongd eitt nú  við at útbyggja infrakervið á Unst.

Stigtakararnir tosa eisini longu um at byggja eitt gistingarhús, sum kann taka ímóti forvitnum gestum eins og brúkarum. Og vónað verður at ein slík gongd eisini kann vera við til at seta ferð á ætlaninar at byggja tunlar til oyggjarnar Yell og Unst. Tá fer alt meira ella minni at ganga upp í eina hægri eind til gagns fyri lítla oyggjasamfelagið úti í Norðuratlantshavi og fyri verjuna av Evropa.  

Tað vil so aftur kunna skapa avleitt virksemi í Føroyum. Tá verður hugsað um at hava sonevndar trackingstøðir á landi, sum kunnu taka niður data frá fylgjusveinunum.

Hetta kann so eisini fáa týdning fyri føroyskar granskingarstovnar so sum Havstovu, Jarðfeingi og Fróðskaparsetrið. Í so máta liggja Føroyar sera væl fyri at gerast partur av hesi stóru verkætlan.

[object Object]Frá tiltaki á Føroya Tele í fjør, tá umboð fyri danska rúmdarvinnu vitjaðu í Føroyum og m.a. umrøddu møguleikarnar fyri at fáa Føroyar við í rúmdarvinnuna eitt nú sum trackingstøð í sambandi við útskjóting

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

35 Leygardagur 29. mars 2025

Noreg spennir seg út í rúmdarkappingini í Evropa

Norska oyggin Andøya verður helst tann fyrsta í Evropa til at skjóta út royndarrakett til fylgisveinar

Fyrsta rakettin til fylgisveinar í Evropa klár til útskjóting á norsku oynni Andøya.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Rúmdin fær støðugt størri og størri týdning fyri trygdina í heiminum eins og fyri vinnuáhugamál. Spurningurin er at finna røttu rakettirnar til at kunna senda fylgisveinar út í rúmdina og ikki longur at vera bundin at útskjótingarstøðum í USA.

Hetta hava higartil bara nøkur av stórveldunum havt nærum einkarætt til. Men okkurt bendir nú á, at Evropa eisini vil vera partur av kapprenningini í rúmdini.

Vit hava umrøtt stóru ætlaninar í Hetlandi, at byggja eina rúmdarhavn, SaxaVord Spaceport, ið skal kunna senda fylgisveinar út í rúmdina komandi árini. Men Hetland er ikki einsamalt í hesi kappingini. Eisini í Noregi, ella neyvari á oynni Andøya, verða nú gjørdar ítøkiligar royndir við nýggjum rakettum til at kunna senda framtíðar fylgisveinar út í umferð um jørðina. 

[object Object]

Norskir miðlar gera nógv burtur úr verkætlanini, sum júst í vikuni fekk serstaka umrøðu, tí ætlanin var at senda fyrstu rakettina upp. Talan er um týsku Isar Aerospace rakettina Spectrum, sum stóð klár til at verða skotin upp á norsku oynni.

Men so varð upplýst, at útskjótingin er útsett vegna vind. Hereftir varð miðjað móti útskjóting innan 30. mars.

Um henda royndin fer at eydnast, verður Noreg fyrsta landið í Evropa at senda upp rakettir, sum seinni kunnu taka fylgisveinar við sær. Hetta verður eitt týðandi stig í evropeisku rúmdarsøguni skriva norskir miðlar. Ætlanin er, um royndarútskjótingin eydnast, at brúka rakettina til at senda út fylgisveinar í næstum. 

[object Object]

Eydnast útskjótingin so fer hon eisini at gera Evropa óheft at teimum amerikansku rúmdarhavnunum í t.d. Florida. So fyri Evropa verður hetta mett at vera av stórum trygdarpolitiskum týdningi.

Ein av teimum, sum fylgir hesi fyrstu norsku royndini, er sjálvur stjórin í evropeiska rúmdarfelagsskapinum, ESA, Josef Aschabacher. ESA stuðlar útskjótingini. Uttan mun til um henda royndin eydnast, so fer hon í hvussu er at vera ein varði í evropeiskari rúmdarsøgu, nú hon er tann fyrsta nakrantíð í Evropa.


[object Object]

Tað er annars stórur áhugi fyri at byggja slíkar rúmdarstøðir fleiri staðni í Evropa. Norskir miðlar skriva, at støðin í Hetlandi liggur avgjørt frammaliga í kappingini, og norskir politikarar royna nú at sannføra stjórnina um, at hon eigur at seta pengar av til rúmdarstøðina á Andøya beinanvegin, so Noreg kann standa seg betri í kappingini.

Tað er líkt til, at stjórnin fer at seta fleiri pengar av til verkætlanina um somu tíð sum bretska stjórnin eins og stórir íleggjarar í Evropa á sín hátt stuðla uppdundir SaxaVord verkætlanina á Unst. 

[object Object]

Í  Hetlandi halda tey samstundis fram við sínum fyrireikingum til fyrstu útskjótingina í heyst. Ein miseydnað roynd í fjør hevur seinkað verkætlanini nakað, men ikki so nógv, at tað skaðar nakað, skilst á stigtakarunum har.

Føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum við innlendismálum Bjarna Kárason Petersen vitjaði rúmdarhavnina í Hetlandi í farnu viku. Henda stóra verkætlan kann fáa avleitt virksemi í gongd í Føroyum, tá brúk verður fyri at taka niður data frá fylgisveinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

36 Leygardagur 29. mars 2025

60 donsk løgreglufólk við Atlantsflogi til Nuuk

Tey skuldu hjálpa grønlendsku løgregluni at tryggja frið í sambandi við amerikansku vitjanina

(Mynd: Sermitsiaq.af)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin sunnudagin lendi eitt flogfar hjá Atlantsflog í grønlendska høvuðsstaðnum við 60 trygdarfólkum, løgreglufólkum og løgregluhundum.

Styrkurin varð sendur úr Danmark orsakað av, at Usha Vance, sum er kona amerikanska varaforsetan J.D. Vande, skuldi koma á vitjan í Grønlandi hósdagin til leygardagin. Hon skuldi millum annað til stóru árligu hundasletukappingina.

Politistaliðið úr Danmark skal hjálpa løgregluni í Grønlandi at tryggja frið í landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

37 Leygardagur 29. mars 2025

– Nei takk til amerikanska uppílegging

Tað er týðiligt, at Trump-vongurin ikki hevur virðing fyri sjálvræðisrættinum hjá grønlendingum, sigur grønlendskur fólkatingslimur

Aaja Chemnitz, fólkatingslimur (Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Nei takk til amerikanska uppílegging í grønlendska valstríðið.

Tað skrivaði grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz á Facebook, eftir at boðað er frá, at amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance, og amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, skuldu koma til Grønlands á vitjan.

Valstríð er í Grønlandi í hesum døgum, har kommunuval verður í apríl.

– Tað er týðiligt, at Trump-vongurin ikki hevur virðing fyri okkara sjálvræðisrætti uttan uppílegging uttanífrá, skrivar grønlendski fólkatingslimurin.

Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq hevur Malik Berhtelsen, borgarstjóri í Qeqqata kommunu í Vesturgrønlandi noktað at hitta amerikonsku varaforsetafrúuna, meðan valstríð er. Hann hevur í staðin skotið upp, at tey kunnu hittast eftir valið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

38 Leygardagur 29. mars 2025

Amerikanska verjuleiðslan deildi álopsætlan við blaðstjóra

Jeffrey Goldberg var av misgáum innlimaður í ein kjattbólk, sum fyrireikaði amerikanska álopið á Houthi-rørsluna í Jemen herfyri

Pete Hegseth, verjumálaráðharri (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska verjuleiðslan hevur av misgáum avdúka sínar ætlanir um amerikansk álop á Jemen fyri blaðstjóranum á amerikanska blaðnum, Atlantic.

Blaðstjórin, Jeffrey Goldberg, skrivaði í vikuni grein, at trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Mike Waltz, setti seg í samband við hann gjøgnum bronglaðu boðtænastuna, Signal. Tveir dagar seinni var Goldberg innlimaður í eitt kjatt, har álopini móti houthi’unum vórðu viðgjørd.

Í kjattinum vóru nágreiniligir upplýsingar um málið fyri álopinum, tíðspunkt og hvørji vápn skuldu brúkast.

Upplýsingarnar um komandi álopini í Jemen komu frá Pete Hegseth, verjumálaráðharra, fáar tímar undan álopunum.

18 brúkarar vóru við í kjattinum, teirra millum Marco Rubio, uttanríkisráðharri, Scott Bessent, fíggjarmálaráðharri og JD Vance, varaforseti.

Í kjakinum undan álopunum, skal Signalbrúkarin “JD Vance” hava sagt, at hann helt álopsætlanina vera eitt mistak.

Les: Trump hóttir Houthi-rørsluna og Iran

Eftir álopini ynsktu limirnir í bólkinum Hegseth til lukku fyri eitt gott arbeiði, og sendu emoji’s sínámillum.

Signal skal ikki brúkast til slíkt

Brian Hughes, talsmaður fyri amerikanska trygdarráðið, hevur síðan váttað fyri Atlantic, at kjatttráðurin virkar ektaður.

Hvítu Húsini váttaðu eisini í gjár, at Goldberg hevur verið partur av kjattinum, sum snúði seg um álopið.

Sambært Atlantic er einki óvanligt í, at tænastufólk innan tjóðartrygd brúka Signal til eitt nú at avtala fundir, men loynilig kjak um veruligar ætlanir, eiga í prinsippinum ikki at fara fram á hesum stað.

Amerikanska stjórnin hevur ikki góðtikið, at Signal kann brúkast til at deila trygdarupplýsingar. Til tess hevur umsitingin sínar egnu kanalir.

Tá Mike Waltz, trygdarráðgevi, loyvdi einum uttanfyristandandi upp í kjattbólkin, breyt hann helst fleiri reglur um hvussu upplýsingar um tjóðartrygd eiga at handfarast.

Yvir 50 fólk doyðu undir álopunum á Jemen, sambært heilsumyndugleikunum hjá Huthi-rørsluni, skrivar finska kringvarpið Yle, við The Atlantic og STT sum keldum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

39 Leygardagur 29. mars 2025

– Tað er pínligt

Amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, ásannar, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann innlimaði ein journalist í ein kjakbólk, har amerikanskar álopsætlanir vórðu umrøddar

Amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz og amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mike Waltz, trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, tekur ábyrgdina fyri, at ein journalistur av misgáum varð innlimaður í ein kjakbólk á boðtænastuni Signal, har amerikanskar álopsætlanir fyri Jemen vórðu umrøddar.

– Eg átaki mær fullu ábyrgdina. Eg gjørdi bólkin. Tað er pínligt, sigur hann við Fox News og leggur afturat, at hendingin verður kannað.

Journalisturin, Jeffrey Goldberg bar mánadagin søguna í blaðnum The Atlantic.

Í kjakbólkinum vóru nágreiniligar upplýsingar frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, um mál, tíðspunkt og vápn.

Umsitingin hjá Trump hevur verið fyri atfinningum, síðan hetta kom fram, og fleiri hava heitt á Waltz og Hegseth um at leggja frá sær, men sambært amerikanska forsetanum, leggur eingin í søguna.

Trump sigur, sambært Ritzau, at hann vil kanna nýtsluna av Signal-appini, sum sambært honum verður nýtt av nógvum fólkum í umsiting hansara, men at eingir loyniligir upplýsingar vóru í kjakbólkinum.

Waltz sigur, at hann og Goldberg kennast ikki, og hevur hann hvørki hitt ella samskift við hann. Hann sigur, at hann av misgáum kann hava goymt nummarið hjá Goldberg undir einum øðrum navni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

40 Leygardagur 29. mars 2025

Mark Carney útskrivað val í Kanada

Val verður í Kanada 28. apríl

Mark Carney, forsætisráðharri á tíðindafundi í Ottawa sunnudagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Val er útskrivað í Kanada, og tað verður 28. apríl, boðaði nýggi kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney frá á tíðindafundi sunnudagin.

Carney hevur bert sitið sum forsætisráðharri í eina góða viku. Hann varð tikin í eið sum forsætisráðharri 14. mars, eftir at hann yvirtók leiðsluna í liberala flokkinum frá Justin Trudeau, sum hevur sitið sum stjórnarleiðari í Kanada síðan 2015.

Teir báðir stóru flokkarnir í kanadiskum politikki eru liberali stjórnarflokkurin, og konservativi flokkurin, og tað er sannlíkt, at tað verður annaðhvørt Mark Carney ella konservativi leiðarin, Pierre Poilievre, sum verður forsætisráðharri eftir valið.

Seinastu árini hevur liberali flokkurin mist undirtøku í veljarakanningunum, meðan konservativi flokkurin hevur gjørt framgongd. Men tann støðan er broytt orsakað av handilskrígnum hjá USA, og tað stendur nú á jøvnum millum flokkarnar, skrivar Ritzau.

Á tíðindafundinum sunnudagin segði Carney, at hann ynskir eitt sterkt mandat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

41 Leygardagur 29. mars 2025

Lækni: - Umhugsaðu at geva pávanum frið

Frans pávi var nær við at doyggja, sigur lækni hansara

Frans pávi á svalanum á sjúkrahúsinum stutt áðrenn hann varð útskrivaður (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni varð Frans pávi útskrivaður av Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevur verið innlagdur í fimm vikur.

Undir innleggingini stríddist pávin m.a. við lungnabruna í báðum lungum, og støðan gjørdist so hættislig, at læknar umhugsaðu at steðga viðgerðini og geva honum frið.

Tað sigur Sergio Alfieri, leiðari fyri læknatoymið, sum tók sær av 88 ára gamla pávanum, sambært Reuters.

– Vit máttu velja, um vit vildu steðga har og loyva honum at doyggja, ella fara víðari við øllum møguligum viðgerðum og harvið koma í vanda fyri at skaða onnur gøgn, sigur hann.

At enda valdu tey tað seinna, og sum kunnugt batnaði støðan hjá pávanum, og hann varð útskrivaður sunnudagin. Pávin er tó enn ikki heilt frískur, og næstu tveir mánaðirnar skal hann hvíla seg í Vatikaninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

42 Leygardagur 29. mars 2025

Turkaland: Fongslaður borgarstjóri verður forsetavalevni

Ein dómstólur tók sunnudagin avgerð um at varðhaldsfonsla Ekrem Imamoglu, sum er skuldsettur fyri mutur

Ekrem Imamoglu hevur verið borgarstjóri í Istanbul síðan 2019 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frákoyrdi borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, varð mánadagin formliga útnevndur til forsetavalevni hjá turkisku andstøðuni.

Á undanvali hjá CHP, sum er størsti andstøðuflokkur í Turkalandi, fekk hann meginpartin av atkvøðunum. Hann var tó einasta navnið á atkvøðuseðlinum, skrivar Ritzau.

Ekrem Imamoglu varð í farnu viku handtikin og skuldsettur fyri mutur og fyri at stuðla PKK yvirgangsfelagsskapinum, og sunnudagin tók ein dómstólur avgerð um at varðhaldsfongsla hann fram móti einum komandi rættarmáli.

Seinastu dagarnar hava umfatandi mótmæli verið í Turkalandi. Mótmælisfólkini halda, at handtøkan av borgarstjóranum er politiskt motiverað.

Ekrem Imamoglu verður mettur at vera størsti avbjóðarin hjá turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, á komandi forsetavalinum. Eftir ætlan skal val ikki vera fyrr enn í 2028, men um Erdogan, sum hevur sitið við valdið í tvey áratíggju - fyrst sum forsætisráðharri og síðani sum forseti - skal stilla upp, skal val útskrivast fyrr, skrivar Reuters.

Imamoglu varð handtikin mikudagin, dagin eftir at eitt universitet í Istanbul hevði ógildað universitetsprógv hansara. Sambært turkisku grundlógini skal ein forseti hava eina hægri útbúgving. Sunnudagin kom fram, at Imamoglu er koyrdur frá sum borgarstjóri eftir at hava sitið í sessinum síðan 2019.

Imamoglu vísir ákærunum aftur, og flokkur hansara, CHP sigur, at talan er um eina kvettroynd at forða honum í at bjóða Erdogan av á næsta vali.

Formaðurin í CHP,  Özgür Özel, hevur boðað frá, at ein virkandi borgarstjóri verður útnevndur, meðan flokkurin bíðar eftir avgerð í málinum móti Imamoglu. Eisini fer flokkurin at kæra avgerðina hjá dómstólinum um at fongsla hann.

Turkiska stjórnin vísir aftur, at skuldsetingarnar móti Imamoglu eru politiskt motiveraðar og sigur, at dómstólarnir eru politiskt óheftir. Eisini hevur stjórnin ávarað ímóti mótmælistiltøkum, og hava myndugleikarnir sett í gildi savningarforboð í Istanbul.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

43 Leygardagur 29. mars 2025

Ein rúmdarverkætlan, sum ongantíð fer uppfrá

Meðan onnur kappast um at koma upp á mánan og aftur, tekur verkætlanin Faroe Islands Space Program eitt stórt stig innan rúmdarrannsókn – uttan at fara uppfrá

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein av størstu framleiðarunum av m.a. kúlulegum, svenska fyritøkan SKF, sjósetir saman við Minesto eina rúmdarverkætlan fyri at heysta orkuna av mánanum við at gagnnýta sjóvarfallið.

Henda rúmdarverkætlan hevur til endamáls at gagnnýta tað tilfeingið, sum vit longu hava her á jørðini skriva SKF og Minesto í tíðindaskrivi.

- Ímynda tær eina framtíð, sum verður drivin av orku stavandi frá atdráttarmegini hjá mánanum. Henda serstaka verkætlan hevur stórar dreymar, og hevur sett sær fyri at kanna allar møguleikarnar fyri burðardyggari sjóvarfalsorku. Hjá SKF eru vit errin av at vera partur av hesi jørðnæru verkætlan, sum er í samljóði við okkara virði og mál um at skapa ein burðadyggari heim, sigur Annika Ölme, tekniskur stjóri og varastjóri hjá SKF.

Hetta seinasta árið hava SKF og Minesto samstarvað um slóðbrótandi sjóvarfalsverkætlan í Atlantshavinum kring Føroyar. Endamálið er at heysta orkuna á mánanum í forsøgnari burðardyggari orku.

Sjóvarfalsdrekin Luna er settur út í Vestmannasund, og flýgur undir vatnskorpuni, har hann ósjónliga og stillisliga heystar orkuna frá mánanum – uttan mun til veður. Í løtuni eru bara heilt fá lond við serliga góðum umstøðum og ráki, sum eru farin undir at gagnnýta fulla potentialið av mánaskaptari orku – tann mest forsøgna orkukeldan í heiminum.

- Fyri eina tekniska menningarfyritøku sum okkara, er tað at samstarva við eina heimsumfatandi fyritøku sum SKF bæði læruríkt og inspirerandi, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

- Eftir okkara metingum eru minst 3.000 fleiri oyggjasamfeløg sum Føroyar har úti, sum kunnu njóta gott av okkara rúmdarverkætlan – um tey øll koma við, kundi mánaorkan komið í staðin fyri alla kolaframleiðsluna, sum í løtuni er í umbúna ymsa staðni í heiminum.

[object Object]Martin Edlund, forstjóri í Minesto á kunningartiltaki í Norðurlandahúsinum herfyri (Mynd: Jan Müller)

Sjóvarfalsorkustøðin – mánaorkubasan – fer at seta gongd á ‘rúmdarverkætlanina Føroyar’ við støðufesti á jørðini. Sjóvarfalsdrekin Luna hevur ein mátt á 1,2MW, sum er nóg mikið til at veita 200 húsarhaldum streym í eitt ár. Næsta málið er at installera 200 MW av sjóvarfalsorkumátti. Hetta kundi framleitt 40 prosent av væntaða orkutørvinum í 2030, og harvið veitt hesum avbyrgda oyggjalandi grøna orku. Gagnnýtslan av orkuni úr sjóvarfallinum er í samstarvi við Sev.

[object Object]Hákun Djurhuus, stjóri í SEV á kunningartiltaki í Norðurlandahúsinum herfyri (Mynd: Jan Müller)

- Okkara visión er at røkka 100 prosent varandi elorku á landi í 2030, og eftir okkara tykki kann sjóvarfalsorkan koma at spæla ein týdningarmiklan leiklut í hesum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.

Svenska fyritøkan SKF er komin inn í samstarvið fyri at sniðgeva skipanir við eitt nú legum og pakningum til eitt nú róður og lyftiamboð á drekanum. SKF skipanin roknar t.d. livitíð hjá legum, umframt at gera metingar av CO2 útláti, og hetta ger tað møguligt at samanbera ymiskar loysnir út frá tøkniligum eins væl og umhvørvisatlitum.

- Samstarv tvørtur um vinnugreinar er avgerandi fortreyt fyri framgongd. Saman við Minesto vísa vit á, hvussu tøkni og nýhugsan eru drívmegi fyri skiftinum til varandi orku, sigur Annika Ölme, tekniskur stjóri og varastjóri hjá SKF.

Endamálið við at lýsa verkætlanina sum rúmdarverkætlan, ið ikki fer uppfrá, er at varpa ljós á týdningin av at kanna, hvussu vit her kunnu heysta orkuna av mánanum við at gagnnýta sjóvarfalsorku – samstundis sum ein nýggj rúmdarkapprenning er í umbúna, har kjakast verður um møguleikar við at røkka tilfeingi á øðrum gongustjørnum og í rúmdini.

Stutt um sjóvarfals- og havorku

  • Sambært International Energy Agency stava 80 prosent av framleiddari elorku úr termiskum orkukeldum.
  • Orka úr havinum verður mett at kunna veita ein týðandi part av orkusamansetingini í 2050. Havorka er lokal og burðardygg, og streymurin er forsøgin. Hetta ger havorku væl egnaða at stuðla upp undir betur kenda tøkni sum vind- og sólorku.
  • Ocean Energy Europe metir, at havorka kann veita 10% av elorkuni í Evropa, og skapa 400.000 størv í 2050.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

44 Leygardagur 29. mars 2025

Earth Hour: Orkan var 57 prosent grøn

Elnýtslan minkaði 2,5MW leygarkvøldið frá kl. 20.30 til 21.30, hóast landsdystur í fótbólti var í sjónvarpinum, sigur Sev

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið 22. mars millum klokkan 20.30 og 21.30 var árliga tiltakið Earth Hour, har ljós verður varpað á skilagóða elnýtslu.

Sev hevur seinastu árini fylgt væl við elnýtsluni hendan tíman, og aftur í ár minkaði elnýtslan á Earth Hour.

Fleiri kommunur luttóku í tiltakinum og sløktu gøtuljósini, og heitt varð eisini á fólk um at sløkkja ljós og eltól hendan tíman og heldur geva náttúruni gætur.

Og nógv fólk valdu at sløkkja ljósini og eltólini hendan tíman, tí elnýtslan minkaði 2,5MW hendan tíman, hóast landsdystur í fótbólti hjá monnum var í sjónvarpinum samstundis, skrivar Sev.

Sambært Sev var orkan hendan tíman eisini 57 prosent grøn.

Kalt og stilli var, so vindorkuframleiðslan var sera avmarkað, men stóð tó fyri 6,5 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuframleiðslan var 49 prosent, olja 43 prosent og biogass 1,5 prosent, skrivar elfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

45 Leygardagur 29. mars 2025

Bretska fíggjarmálaráðkvinnan: Rosebank útbygging heldur fram

- uttan mun til nýggj umhvørviskrøv, skriva bretskir miðlar

Rachel Reeves, bretska ráðkvinnan við fíggjarmálum, avmyndað uttan fyri 10 Downing Street mikudagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein hin máttmiklasti ministarin í bretsku stjórnini, fíggjarmálaráðkvinna Rachel Reeves, tekur nú blaðið frá munninum í spurninginum  um bretsku olju- og gassframtíðina.

Hon er sera avgjørd og sigur, at útbyggingarnar av teimum báðum olju- og gasskeldunum Rosebank við føroyska markið, og Jackdow í Norðsjónum, sum hava verið fyri atfinningum, sleppa at halda fram.

Hon leggur samtíðis dent á týdningin, sum oljan og gassið í Norðsjónum hevur fyri bretska búskapin “for decades to come”, sum hon málber seg.

[object Object]
Risastórt oljuframleiðsluskip kemur skjótt á leiðirnar við Føroyar at standa fyri framleiðsluni frá Rosebank kelduni

Reeves, sum ikki so beinleiðis hevur tikið upp spurningin um framtíðar olju og gass, stendur nú fram og verjir framtíðar kolvetnisvirksemi í Norðsjónum sum hon sigur er av avgerandi týdningi fyri bretska búskapin.

Ráðkvinnan sigur m.a.: “The two fields - which have been held up by a legal challenge - would get the consents they need to progress.”

Tíðindini koma sera væl við hjá stóru orkuvinnuni í Bretlandi, sum leingi hevur møtt harða mótstøðu frá einum øðrum av ráðharrunum í bretsku stjórnini, Ed Miliband, sum eitt skifti kallaði Rosebank “climate vandalism”.

Nú er eftir øllum at døma vent í holuni. Avgerðin hjá fíggjarmálaráðkvinnuni fer at lata upp fyri milliardum av pundum í íløgum í vinnuni, eitt nú í veitaravinnuni.

“We're committed to doing that, and go ahead they will.” Og hon heldur fram: “North Sea oil and gas is going to be really important to the UK economy for many, many decades to come. And we want to make sure that fields that have already got licenses can continue to exploit those reserves and bring them to market."

Reeves segði við blaðið The Sun nú um dagarnar, at Labour segði undan valinum í sínum manifesto, at útbyggingar av oljuleiðum, sum longu høvdu fingið loyvi, verða ikki tiknar aftur. 

Stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, David Whithouse, kemur um sama mundið út við drúgvari frágreiðing um stóra týdningin olja og gass í Norðsjónum kann fáa fyri Bretland. Leiting og útbyggingar kunnu koma at minka munandi um innflutningin av olju og gassi við nógv hægri útláti. 

[object Object]Ed Miliband, orkurmálaáðharri fingið greið boð frá fíggjarmálaráðkvinnuni 

[object Object]Rosebank keldan liggur tætt við føroyska markið og verður hon av mongum mett sum ein av fortreytunum fyri framtíðar kolvetnisvirksemi í Føroyum eisini og á markinum. Útbyggingin kann gerast tað infrakervið, sum kann tryggja framtíðar virksemi í øllum økinum nær Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

46 Leygardagur 29. mars 2025

Spýttu og kastaðu sigarettir eftir føroysku spælarunum

Beint eftir málið hjá Montenegro, og eftir seinasta bríksl, var nakað av roki, sum heimaáskoðararnir skaptu

Her sæst ein heimaáskoðari spýta niður eftir føroysku spælararunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Podgoricia, Montenegro (Portalurin) Ikki bara fingu Føroyar ein frammaná við sigursmálinum í seinastu sekundunum - føroysku spælararnir fingu eisini ymiskt oman yvir seg.

Áskoðararnir hjá Montenegro fegnaðust ikki bara um sigurin við at rópa. Har vóru roykbumbur, fýrverk og nakað av roki millum “ultras” hjá Montengro og vaktir.

Hvøllir brestir vóru at hoyra, og summi fólk sluppu inn á vøllin. Og so fingu føroyingar toyggið.

Minst ein áskoðari oman fyri føroyska beinkin spýtti niður í móti føroysku umboðunum.

Meinhard Egilsson Olsen váttar, at hann varð spýttur í nakkan og mitt í andlitið. Málmansvenjarin Geza Tamas Turi fekk eisini slím hjá onkrum á seg, og sigarettir vórðu kastaðar.

Sum skilst skrivaði UEFA nógv niður í eftirmetingina, og fótbóltssambandið í Montenegro fer at fáa bót fyri atburðin hjá áskoðarunum og møguleikan at órógva.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

47 Leygardagur 29. mars 2025

Mistu á stokkinum í Montenegro

Vertirnir skoraðu í seinasta álopinum, tá Føroyar - so at siga fyri fyrstu ferð í dystinum - ikki vardu nóg væl fyri í brotsteignum. Null stig eftir tveir teprar ósigrar á útivølli

Føroyingarnir iðra seg uppá tað grovasta (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Niksic Montenegro (Portalurin): Lagnan kann vera hørð í fótbólti. Hetta mátti føroyska manslandsliðið sanna eftir teir báðar seinastu dystirnar - kanska móti Montenegro týskvøldið.

Tá 94 og ein hálvur minuttir vóru spældir í Montenegro var framvegis 0-0. Føroyar høvdu ikki spælt væl ella skapt nakað serligt eftir steðgin, men í mun til verjuspæl var avrikið á degnum upp ímóti UG, og tað sá út til, at føroyska liðið hevði rímiligt tamarhald á støðuni.

So gav Noah Mneney - heldur kroystur - heimaliðnum bóltin á óneyðugan hátt við alveringin við hælinum. Innskifti miðvallarin hevði annars spælt ógvuliga væl, men vantaði líka kaldleikan, tá Føroyar høvdu bóltin í seinasta minutti, og bert skuldu vinna eitt innkast.

Montenegro fór frameftir, føroyingar gjørdu verjugarð. Bólturin varð oystur inn í føroyska brotsteigin. Við aftaru stong tapti Martin Agnarsson ein nærdyst og fekk, saman við Adrian Justinussen og liðfeløgunum, ikki ruddað burtur. Bólturin stakk útfrá, har innskifti Edvin Kuc einsamallur eirindaleystur høgdi bóltin í føroyska netið.

Kaldleiki á muni - og nakað av tilvild. Føroyar høvdu annars kunnað fingið eitt gott stig við heim.

[object Object]
Løtan tá bólturin varð smekkaður í føroyska málið... heilt móti endanum av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen legði ein megnarinnsats fyri dagin í vinstru síðu (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá dystinum

Sum fyrri hálvleikur av dystinum leið, fingu Føroyar gott tamarhald á dystinum og høvdu bóltin heilt fitt á mótstøðuhálvuni. Serliga Petur Knudsen og Meinhard Egilsson vóru lívligir, Brandur Hendriksson fekk bóltin at koyra væl, og tað eydnaðist millum annað at vinna nøkur fríspøkr.

Í 25. minutti kundi Petur Knudsen lagt Føroyar á odda eftir ógvuliga væl spælt álop, men skotið hjá NSÍ-áleyparanum fór beint fram við málinum.

Løtu seinni var Montenegro ógvuliga nær við at gera sjálvmál, eftir at Hanus Sørensen kroysti miðverja til at gera eina vánaliga alvering aftur til málverjan.

Júst Hanus varð skiftur út saman við Peturi eftir 1. hálvleik. Hetta sær nú út sum eitt mistak. Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð komu inn, men megnaðu ikki at veruliga gera mun. Serliga vantaði Petur Knudsen at hótta djúpt og at skapa órógv við sínum kvikleika.

Tað at Føroyar ikki fingu skapt nakað nevnivert fyri steðgin var eisini eitt keðiligt tekin, og at enda stóð man ikki móti trýstinum. Harvið kom einki ítøkiligt burturúr hesum báðum fyrstu landsdystunum, tó at venjaratoymi og liðið óivað kann taka ymiskt við.

Bólkur L
2. umfar - týsdagin 25.mars

Montenegro - Føroyar 1-0 (0-0)
90+5' 1-0 Edvin Kuc

Føroyska liðið:
Mattias Lamhauge - Jóannes Danielsen, Viljormur Davidsen (L) (69' Martin Agnarsson), Andrias Edmundsson, Brandur Olsen, Meinhard Olsen (88' Adrian Justinussen), Petur Knudsen (46' Páll Klettskarð), René Joensen (57' Noah Mneney), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen (46' Árni Frederiksberg)

Gibraltar - Kekkia 4-0 (1-0)
21' 0-1 Vaclav Cerný ( PavelSulc)
50' 0-2 Patrik Schick (Vaclav Cerný)
72' 0-3 Pavel Sulc (Tomas Soucek)
90+5' 0-4 Jan Kliment (Lukas Provod)

Støðan
1. Kekkia 6 stig
2. Montenegro 6 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig

Kroatia hevur enn ongan dyst spælt í bólkinum

Komandi dystir
6. juni: Kekkia - Montenegro
6. juni: Gibraltar - Kroatia

9. juni: Føroyar - Gibraltar
9. juni: Kroatia - Kekkia

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

48 Leygardagur 29. mars 2025

- Høvdu verið hetjur um vit fingu blokerað - hatta er fótbóltur

Mattias Lamhuage segði seg vera tóman fyri orð, men málverjin fekk tó lýst støðuna og kensluna eftir at mál kom ímóti í 95. minutti. - Teir høvdu nokk betri tamarhald á í 2. hálvleiki

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Niksic, Montenegro (Portalurin): Tað var ein ógvuliga hugtungur føroyskur málverji, sum Portalurin hitti í "mixed zone" eftir landsdystin móti Montenegro.

Mattias Lamhauge hevði eina stórbjarging seint í dystinum, men tað - umframt sum heild ógvuliga gott verjuspæl - var ikki nóg mikið til at fáa stig í Montenegro. 

25-ára gamli málverjin spældi sín fyrsta kappingardyst í yvir eitt hálvt ár. Hann helt málið hjá Montenegri var heldur marginalt og tilvildarligt.

Sí samrøðuna her

Sí eisini samrøðuna, har málverjin setir orð á hvussu gott tað var at sleppa at spæla dyst aftur eftir langan skaðastøðg:

Hetta var mín deiligasti landsdystur nakrantíð

Hetta var tað, sum landsliðsvenjarin, Eyðun Klakkstein, segði beint eftir dystin:

- Eg fái ikki svarað tær uppá hvat hetta er tekin um


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2025

49 Leygardagur 29. mars 2025

Tóku møði men eisini áræði við til Montenegro

Føroyski landsliðshópurin fór úr Kekkia við nøkrum í viðførinum, sum kundu brúkast til næstu uppgávuna. Ein royndur áleypari á høgum stigi varð avgerandi leygardagin, eftir at Gunnar Vatnhamar gav kekkum hvøkk

Gunnar Vatnhamar og hinir fingu ikki søguligt stig við sær úr Kekkia, men ananrs vóru nógv ting, sum teir vóru nøgdir við leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hradec Kralove, Kekkia (Portalurin): Nógvir "harðir og súrir metrar" og eitt sterkt arbeiðsavrik. Hetta var nakað, sum føroyska liðið legði eftir sær á grasinum í Kekkia leygarkvøldið.

Ein eginleika til at skapa nakrar veruligar vandastøður og at spæla um stig heilt til endans móti einum av ovaru evropeisku liðunum; nakað sum kann vera ógvuliga trupult fyri eitt føroyskt landsliðið.

Eitt mótstøðuføri og ein trúgv uppá at okkurt órealistiskt ber til. Hetta var nakað, sum Føroyar vístu í fyrsta kappingardystinum við føroyskum høvuðsvenjara í yvir 16 ár.

[object Object]

[object Object]
Tað varð givið nakað fyri Føroyar á grasinum í Hradec Kralove - omanfyri Árni Frederiksberg, aftur í landsliðstroyggjuni, og niðanfyri Meinhard Egilsson, sum kom inn í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá dystinum í Kekkia her

Føroyska liðið varð tó eisini "yvirmatchað" - ella í øllum førum trýst til markið - í summum førum. Hóast teir tríggir føroysku miðverjarnir í flestu førunum gjørdu tey røttu tingini, so vórðu teir ógvuliga avbjóðaðir av teimum mongu skørpu kekkisku innleggunum til teir báðar høgu kekkisku áleypararnar.

Har vóru einar tvær-tríggjar støður, sum kundu givið mál, um kekkar vóru effektivir í brotsteignum, og so vóru tað tey bæði málini. Har sást tað, at Patrik Schick er ein royndur Bayer Leverkusen-áleypari, sum varð javnsettur EM-toppskjútti í 2021, móti einum 24-ára gomlum miðverja við undir 15 A-landsdystum fyri Føroyar, hvørs royndir annars hava næstbestu deildina í Polandi sum hægsta stig.

[object Object]
Tá Schick var fyrstur á bóltinum og skoraði fyrru ferðina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Andrias Edmundsson spældi aftur við yvirskoti - serliga tá hann skuldi út at renna og møta spælarum, umframt við bólti. Toftamaðurin vann fleri nærdystir, men Schick var tað snildari í tveimum førum. Ein lærupeningi til Plock-spælaran, sum eigur nógv eftir í føroysku miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur spælt fleiri heilt góðar landsdystir fyri Føroyar, og hevði fleiri ógvuliga væl avgreiddar støður móti Kekkia. Schick snýtti hann tó tvær ferðir í føroyska brotsteignum og stútaði í føroyska málið: Í fyrra førinum við at renna frammum júst til røttu tíðina, tá Andrias ikki var heilt varugur við, at renningin fór at koma, og í seinna førinum við kropsfintu meðan innleggi var á veg.

Slíkt kann henda móti einum klassaáleypara. Tá spælt verður móti liðum við slíkari styrki, so snýr tað eisini ofta um at steðga sjálvum innleggunum; nakað sum møguliga kundi verið gjørt eina tonn betri við fyrsta málinum, har Bárður á Reynatrøð - hóast bólturin er nær honum - sá út til at hava heldur lítið av tíð at reagera uppá stútaran við fyrstu stongi.

Føroyingar vóru, sum vera mann, kroystir av kekkum í ymiskum tíðarskeiðum, men megnaðu í tíðarskeiðum at flyta bóltin væl. Hetta var millum annað takkað verið einum róligum og tekniskt gávaðaum Brandi Hendrikssyni á sentrala miðvøllinum.

Útiliðið fekk eisini hótt, og hevði samanlagt fimm skot - tríggar á kekkiska málið. Størsti møguleikin, fyriuttan flotta málið hjá Gunnari Vatnhamar, var tann hjá Hanusi Sørensen tíðliga í dystinum, eftir at Petur Knudsen hevði snittað væl víðari, og ein kekki í verjuni misti fótafesti. Havnarmaðurin stríddist á miðvøllinum í 90 minuttir, og hevði nakrar góðar taktir við bólti: Her rann Hanus rætt, men burdi hann fingið meira ferð á skotið og helst lagt Føroyar á odda.

[object Object]
Hanus Sørensen strýkur avstað og fær møguleikan. Hann varð tó kroystur nakað aftanfrá, og royndi seg so av brotsteigarmarkinum - málverijn bjargaði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Seinni í dystinum kundu føroyingar fegnast um eitt søguligt mál (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Brandur Hendriksson hevði nakrar heilt góðar løtur við bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)

Samanumtikið var dystarmyndin nøkulunda sum væntað. Kekkar høvdu yvirvág í spæli, fleiri horna, málroyndir o.s.fr, men tað hóvaði heilst heimamonnunum heilt illa, at man ongantíð "fekk luft". Teir vórðu eisini heilt trýstir eina løtu, tí føroyingarnir vóru treisknir og treystir og í roynd og veru fimm minuttir frá einum stórum og søguligum stigi.

Nú tá Kroatia og Frakland spæla Nations League play-off dystir sínamillum, so var hetta avgjørt truplast gjørliga uppgávan, sum nýggja venjaratoymi kundi byrjað við - fimm vikur eftir starvssetanina. Hana vóru Eyðun Klakstein og allir hinir nær við at standa til UG, tí at vinna stig móti Kekkia hava Føroyar ikki roynt áður ,og hevði tað verið veruligur skelkur í bólkinum.

Undankapping til HM 2026 - bólkur L 
1. umfar, leygardagin 22. mars 
Kekkia - Føroyar 2-1 (1-0)
25' 1-0 Patrick Schick (Lukás Cerv)
84' 1-1 Gunnar Vatnhamar (Adrian Rúnason Justinussen)
86' 2-1 Patrick Schick (Jaroslav Zelený)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen (38' Jóannes Kalsø Danielsen), Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg (79' Adrian Justinussen), Brandur Hendriksson Olsen (79' Páll A. Klettskarð), Hallur Hansson (64' René Shaki Joensen), Hanus Sørensen - Petur Knudsen (64' Meinhard E. Olsen)

Montenegro - Gibraltar 3-1 (1-1)
13' 0-1 Daniel Bent
22' 1-1 Stevan Jovetic (Nikola Sipcic)
70' 2-1 Marco Tuci (Marko Jankovic)
73' 3-1 Adam Marusic (Stevan Jovetic)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

50 Leygardagur 29. mars 2025

Video: Málskjúttin hugsaði at hetta var tað

Stuttligt at hoppa upp um Soucek og stúta bóltin í kassan, men tað telur so lítið nú, staðfesti Gunnar Vatnhamar eftir 2-1 tapið í Kekkia. - Allir arbeiða fyri landið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit áttu helst havt forða nakað fleiri innleggum.

Gunnar Vatnhamar iðraði seg, eftir at Føroyar vóru nær við at fáa stig, tí Patrik Schick í 85. minutti stútaði bóltin í føroyska málið til 2-1.

Tveir minuttir frammaundan skoraði Gunnar sjálvur við ógvuliga flottum stútara - eftir frálíkt hornainnlegg frá Adrian Justinussen, og eftir at 29-ára gamli leirvíkingurin leyp upp um kekkiska liðformannin, Tomas Soucek, og drønstútaði sítt triðja landsmál í kekkiska kassan.

Gunnar fegnast tó um nógv í føroyska avrikinum.

Sí samrøðuna við Gunnar Vatnhamar her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025

51 Leygardagur 29. mars 2025

HB-liðformaðurin hevur fingið lutfalsliga góð boð

Varð borin av vøllinum í Montenegro týskvøldið. Nú er greitt, at talan verður um steðg í 3-5 vikur hjá Viljormi Davidsen. Hælsinan hevur ikki fingið skaða - talan er um fipurskaða

Viljormur fekk ikki runnið meira ella sum so sett vinstra beinið til. Hann missir nakrar týðandi dystir hjá HB men skal ikki sita uttanfyri í so langa tíð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað sá alt annað enn gott út, tá Viljormur Davidsen miðskeiðis í 2. hálvleiki noyddist at leggjja seg niður í bleyta grasið í Montenegro.

Føroyski liðformaðurin á degnum merkti brádliga eitthvørt í tjúkkanum og fekk ikki runnið - vinstri bakkurin fekk heldur ikki sett vinstra bein til.

33-ára gamli verjuspælarin úr Saltangará varð borin av vølli í sínum landsdysti nummar 86, og Viljormur var á høkjum aftaná dystin og á heimferðini mikudagin.

[object Object]
Fysioterapeuturin Álvur Hansen og ein vaktur í Niksic hjálpa Viljormi Davidsen upp á pláss á føroyska bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Óttast varð fyri, at talan var um ein skaða í hælsinuni. Ikki at hon var heilt slitin, men at talan fór um at verða um ein skaða, ið kundi varða nakrar mánaðar.

Viljormur Davidsen var til skanning hósdagin, og har vóru boðini lutfalsliga góð. Einki í hælsinuni hevði fingið skaða. Talan er um eina fipurspreinging í tjúkkanum.

Hetta merkir, at HB-liðformaðurin skal sita uttanfyri í 3-5 vikur - umleið ein mánaða. Hetta kundi verið verri, men Viljormur verður so ikki við í 3-4 landskappingardystum í minsta lagi.

Millum annað stendur hann at missa steypadystin móti KÍ 7. apríl, grannauppgerðina móti B36 13. apríl og so helst eisini landsdkappingardystin  móti KÍ 17. apríl.

Júst KÍ fekk eisini sítt at hugsa um eftir landsliðsferðina. René Shaki Joensen noyddist eisini út í Montenegro við trupulleikum í lærkrikanum, og skal tí helst sita uttanfyri nakrar dystir. Ivamál er helst eisini um Hall Hansson, sum vegna reaktión í knænum ikki varð mettur at vera nóg birgur til dystin týskvøldið.

[object Object]René Shaki Joensen setti seg á vøllin tíðliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

52 Leygardagur 29. mars 2025

Kroatar koma á Tórsvøll í september

Taptu eftir brotssparkskapping móti Fraklandi í Nations League sunnukvøldið og enda harvið í HM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum

Luka Modric og Khylian Mbappe stríðast um bóltin á Stade de France sunnukvøldið. Um hann ikki gevst áðrenn ella verður skaddur, so kemur Luka Modric allarhelst til Føroya í september (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður Kroatia, sum kemur í undankappingarbólkin hjá Føroyum sum tað fimta og seinasta liðið. Hetta er greitt eftir seinna Nations League play-off dystin hjá kroatum móti Fraklandi sunnukvøldið.

Tað sá annars út til, at Frakland fór "at enda í Føroyum". Kroatia vann fyrra dystin 2-0 í Split, men eftir 90 minuttir í Paris sunnukvøldið stóð eisini 2-0 á máltalvuni. Málini hjá Micheal Olise og Ousmane Dembelé sendi uppgerðina í longda leiktíð, og tað endaði eisini í brotsparkskapping.

Har vóru fraklendingar tað stinnari, og vunnu 5-4. Harvið fer Frakland víðari til Nations League-hálvfinalurnar í juni, har HM-pláss eisini er upp á spæl.

Talan er um eina meira torskilda skipan nú, men ósigurin hjá Kroatia hevur við sær, at liðið skal spæla átta HM-undankappingardystir í ár - tann fyrsti verður 6. juni á Gibraltar.

Tveir av dystunum verða móti Føroyum. Kroatia kemur inn í bólk L sum hægst styrkismetta liðið. Luka Modric og hinir vitja á Tórsvølli 5. september. Føroyar enda undankappingina í Kroatia 14. november.

Føroyar og Kroatia hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum í A-landsliðshøpi. Dysturin í Montenegro týskvøldið var eisini tann fyrsti millum manslandsliðini hjá Føroyum og Montenegro

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

53 Leygardagur 29. mars 2025

EB/Streymur fkk trý stig við norður um Suðuroyarfjørð

Talan var í roynd og veru um tvey sjálvmál frá FC Suðuroy, men útiliðið var omaná í útsetta dystinum, og er nú á 4. plássi. Uppflytararnir hava nú tvey 2-0 tap

Virgar Jónsson spældi ein góðan dyst á vinstra vongbakki, og er skrásettur fyri seinna málið hjá EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

FC Suðuroy - EB/Streymur varð ikki spældur vegna veður, tá 1. umfar var. Ístaðin hittust liðini á Eiðinum nú leygardagin í landsliðsstøðginum.

Undan dystinum var ein minutt tøgn fyri Hans Jacob Hjelm, sum millum annað var ein eldsál kring FC Suðuroy. Spælarar á báðum liðum spældu í syrgibindum honum til heiðurs.

Sí eisini: FC Suðuroy minnist Hans Jacob Hjelm

Uppflytararnir vístu fleiri góðar taktir fyrstu løtuna, og høvdu nakrar støður, men sum heild vóru gestirnar omaná, og komu á odda eftir hálvan tíma. Eftir innlegg frá Boubacar Dabo úr vinstru beindi nýggi miðverjin hjá FC Suðuroy, Hunter Bell, bóltin í egið mál við høvdinum.

[object Object](Mynd: Bjartur Vest)

Sí allar myndirnar av Eiðinum í Vági her

EB/Streymur burdi økt fyri steðgin, og var eisini væl meira vandameiri í 2. hálvleiki í Vági. Eftir 77 minuttir eydnaðist at økja.

Hetta var beint eftir, at ein stútari var endaður á stongini, og FC Suðuroy hevði beint bóltin út til nýtt hornaspark. Bólturin kom út frá til Virgar Jónsson. Ungi eiðismaðurin høgdi til við vinstra beininum, bólturin rakti Jimmy Abdul á vegnum, broytti kós, og so var 2-0.

Tað varð eisini endaliga úrslitið á Eiðinum. Harvið hevur FC Suðuroy einki stig og einki mál eftir tvey umfør. Hóast summi jalig ting, er úrttøkan tvey 2-0 tap móti liðum, sum man skal royna at bjóða av. Liðið hjá Pól Thorsteinsson skal eisini fáa tíð at finna fótafesti í fremstu røð.

Í EB/Streymi vóru teir ikki heilt nøgdir við 2-2 javnleikin móti TB á heimavølli í 2. umfari. Eftir dystirnar móti uppflytarunum, er liðið hjá Sigfríði Clementesen á 4. plássi við fýra stigum.

Betrideildin 2025, 1. umfar
22. mars - útsettur frá 9. mars
FC Suðuroy - EB/Streymur 0-2 (0-1)
31' 0-1 Sjálvmál
78' 0-2 Virgar Jónsson (Virgar Jónsson)

Støðan eftir tvey umfør: 
1. NSÍ 6 stig
2. KÍ 6 stig
3. HB 6 stig
4. EB/Streymur 4 stig 
5. B68 3 stig
6. TB 2 stig
7. Víkingur 1 stig
8. B36 0 stig
9. 07 Vestur 0 stig
10. FC Suðuroy 0 stig 

Komandi dystir
Sunnudagin kl. 14.45: TB - B36
Sunnudagin kl. 15: Víkingur - 07Vestur
Sunnudagin kl. 15: KÍ - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 17: HB - FC Suðuroy
Sunnudagin kl. 19: NSÍ - B68

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025

54 Leygardagur 29. mars 2025

Ungir hoyvíkingar lupu á hjálpardómara

Venjingardystur hjá U17 liðunum hjá FC Hoyvík og B71 endaði við roki mikudagin. Avleiðingin er, at FC Hoyvík hevur tikið sítt lið úr kappingini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein venjingardystur hjá U17 dreingjum fær sjáldan nakra umrøðu, men tað ger hann í hesum førinum.

Tí FC Hoyvík boðaði hósdagin frá, at teirra U17 lið við dreingjum verður tikið úr øllum kappingum undir Fótbóltssambandi Føroya. Orsøkin er, at ein hjálpardómari varð álopin undir venjingardysti móti B71 mikudagin.

Hetta hendi tá FC Hoyvík stutt fyri hálvleik skoraði eitt mál, sum siðani var kolldømt tí tað var mett at vera rangstøða.

Av tí, at trupult var at fáa fólk at døma, vóru tað dómari og ein linjuverji frá B71 og ein linjuverji frá FC Hoyvík sum traðkaðu til. Hanus Johannesen var dómari og hann greiðir bolt.fo frá, hvat hendi.

- Eitt sindur áðrenn hálvleik fara hoyvíkingar í álop og leggja bóltin inn fyri og skora. Men linjuverjin, sum er frá B71, metir, at tað er rangstøða og koyrir flaggið upp. Í tí hann ger tað, eru fleiri av teimum, sum vóru rundan um bonkin (eisini áskoðarar, red.), eru komnir út á vøllin. Har koma einir 15 mans inn á vøllin fyri at feira hetta málið og koma at standa beint frammanfyri linjuverjan hjá B71 sum kolldømdi málið.

- Tá eg so floyti og rætti hondina upp og sigi at tað er rangstøða, venda teir við og fara eftir linjuverjanum. Teir enda við at umringa hann og skumpa hann og meira ella minni leggja á hann. Tað bleiv váttað frá fleiri, at hann bleiv sligin í hesunm hurlivasanum.

Álopni linjuverjin er bara 15 ár og hevur júst tikið dómaraprógv.

Hanus Johannesen valdi at floyta dystin av eftir hetta.

Hann greiðir bolt.fo frá, at tað vóru bara ungfólk úr FC Hoyvík sum vóru til staðar undir dystinum, og eingin vaksin at halda skil á.

Harmast inniliga
- Vit í FC Hoyvík ásanna álvaran í málinum, og harmast inniliga støðuna. Vit vilja hervið alment biðja um umbering – til mótstøðuliðini, dómararnar og Fótbóltssamband Føroya – fyri ótolandi atburðin, sum varð sýndur, sigur FC Hoyvík í fráboðanini.

- Vit fara nú undir eina innanhýsis tilgongd, har vit arbeiða við uppfylging, ábyrgd og menning, fyri at tryggja, at okkara felag framhaldandi stendur fyri fótbólti, virðing og góðum felagsskapi, sigur nevndin í felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

55 Leygardagur 29. mars 2025

Niðurlond, Eysturríki og Noreg

Tað eru liðini, føroysku U17-genturnar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í Føroyum í mai

(Skíggjamynd: FSF Varpið - YouTube)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroysku U17-genturnar skulu spæla móti Niðurlondum, Eysturríki og Noregi í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum í mai.

Tað er greitt, eftir at lutakast var í Varpinum í Klaksvík fyrapartin mikudagin.

Tey átta londini vórðu býtt í tveir bólkar:

Bólkur A
Føroyar
Niðurlond
Eysturríki
Noreg

Bólkur B
Spania
Italia
Poland
Frakland

Endaspælið verður í døgunum 4. til 17. mai. Spælt verður bæði á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli í Havn. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru vertir fyri einum endaspæli í fótbólti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

56 Leygardagur 29. mars 2025

U17 EM: Føroyar leggja fyri móti Noreg 4. mai

Hetta á Tórsvølli. Tveir dystir verða spældir hendan fyrsta dagin í EM-endaspælinum í Føroyum. Bólkaspælið koyrir til og við leygardagin 10. mai

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni var Varpið í Klaksvík karmur um søguligt lutakast fyri føroyskan fótbólt, tá landsliðs- og KÍ-legendan Rannvá Biskopstø Andreasen, stóð fyri lutakastinum til EM-endaspælið fyri U17-gentur. 

Ongantíð áður hava Føroyar hýst slíkum endaspæli, sum man skal í døgunum 4. til 17. mai. Sjey onnur lið koma til landið, og talan verður um nógva fyriskipan hjá FSF. 

Tað er greitt, at føroysku U17-genturnar fara at hava ógvuliga tungar uppgávur móti teimum fremstu londunum í Evropa, sum hava spælt seg til hetta endaspælið.

U17 EM fyri gentur - Føroyar, mai 2025:

Bólkur A
Føroyar
Niðurlond
Eysturríki
Noreg

Bólkur B
Spania
Italia
Poland
Frakland

Greitt er nú eisini, hvørjar leikdagar verða nýttir, og hvør spælir nær - og hvar. Djúpumýra í Klaksvík og Tórsvøllur í Tórshavn eru leikvallirnir.

Byrjanardysturin verður við Djúpumýru seinnapartin sunnudagin 4. mai, tá Eysturríki og Niðurlond hittast. Sama kvøld spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli.

Føroysku genturnar spæla aftur mikudag, í Klaksvík, og leygardagin 10. mai á Tórsvølli.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15 Eysturríki – Niðurlond (á Djúpumýru)
Kl. 18 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15 Poland – Italia (Tórsvøllur)
Kl. 18 Spania – Frakland (á Djúpumýru)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15 Niðurlond – Noreg (Tórsvøllur)
Kl. 18 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15 Italia – Frakland (Tórsvøllur)
Kl. 18 Spania – Poland (á Djúpumýru)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15 Niðurlond – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15 Frakland – Poland (á Djúpumýru)

Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

57 Leygardagur 29. mars 2025

U17 dreingirnir til EM á Malta

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin til EM undankappingina sum verður á Malta 8. til 17. apríl

U17 hópurin við dreingjum, sum var til EM undankapping í Albania í oktobur í fjør (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verða Luksemborg, Bulgaria og Malta, sum Føroyar skulu dystast ímóti, tá U17 landsliðið við dreingjum í døgunum 8. til 17. apríl fer til Malta, har EM undankapping er á skránni.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.

Hópurin
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dávid Høgnason Viderø, B36
Dannis Anghel Olaru, B36
Djóni Sivertsen, B36
Heini S. Guttesen, B36
Tróndur Sjúrðarson, FC Suðuroy
Jógvan í Skála, HB
Silas B. Joensen, HB
Ezra Lukama, KÍ
Høgni á Steig, KÍ
Páll Müller, KÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Dánial T. Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Jens Eiler Samson, Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur

Dystaskráin
10. apríl Luksemborg – Føroyar
13. apríl Bulgaria – Føroyar
16. apríl Føroyar – Malta

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2025

58 Leygardagur 29. mars 2025

Landsliðsmálverji er við barn

Annika Fríðheim Petersen er ikki tøk til HM play-off dystirnar, men orsøkin er gleðilig

Annika Petersen stóð sera væl til EM-endaspælið. Um alt gongst sum ætlað, verður hon mamma í september (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um alt gongst sum ætlað, verður Annika Fríðheim Petersen mamma í september.

25-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur seinastu árini verið landsliðsmálverji og yrkisspælari - í Íslandi, Danmark Noreg og nú Danmark.

Annika er tó ikki tøk til restina av kappingarárinum hjá Aalborg, sum hon eisini hevur sáttmála við eftir summarferiuna.

Hon er tí heldur ikki á listanum yvir úttiknu spælararnar til landsdystirnar í apríl.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen fegnast saman við Rakul Wardum eftir EM-javnleikin móti Kroatia í desember, tá Annika varð dagsins spælari. Tær hava samstarvað á landsliðnum seinastu árini - í apríl verður nakað meira ábyrgd á Rakul, meðan Annika Petersen fer at stuðla og hjálpa uttanfyri (Mynd: EHF/Kolektiff)

Við Portalin sigur Annika Petersen, at hon avgjørt ætlar til Føroyar at stuðla liðnum, tá Litava vitjar til fyrra HM-play off dystin 9. apríl. Eisini fer hon við til Litava til seinna dystin nakrar dagar seinni, har tað endaliga verður avgjørt, hvørt Føroyar koma til HM ella ikki.

HM-endaspælið í vetur er enn ein møguleiki fyri Anniku Fríðheim Petersen, sum verður foreldur saman við Hjalta Kárason Djurhuus í heyst.

[object Object]Annika eftir landsdyst á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025

59 Leygardagur 29. mars 2025

Gysari á Giljanesi: Mjølnir FM-vinnari fyri sjeyndu ferð á rað

SÍ vann tvey tey fyrstu settini og hevði vent tí í 5. og seinasta setti, men teir hjá Mjølni vóru stinnari og høvdu neyðug marginalarnir við sær í eyka bóltunum í eyka settinum

(Mynd: Jóanis A. Nielsen / jn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heldur ikki hesaferð eydnaðist sørvingum at taka trónuna frá Mjølni. Hetta var tó ikki tí, at teir hjá SÍ ikki góvu alt á Giljanesi hóskvøldið. SÍ var best í grundspælinum, vann fyrstu finaluna, og var á odda 2-0 í settum í triðju og avgerandi finaluni. Liðið hevði eisini dystarbóltar í 5. setti. Men tað skuldi ikki ganga móti teimum harðføru, tvøru og sigursvandu úr Klaksvík í dramatisku og flottu triðju FM-finaluni

Í fyrsta setti var SÍ nakað omaná og vann við trimum bóltum. Annað sett gjørdist langt, hádramatiskt og vendi nakrar ferðir. Sørvingar vóru nógv betri frá byrjan, men so líðandi tók Mjølnir yvir. Føroyameistararnir lógu til at vinna, men so endaðu servir í netinum, men sló ikki ígjøgnum, meðan sørvingar fingu alt at rigga gjøgnum miðjuna og í blokkinum, umframt at teir vóru kaldari. Neyðugt var við at spæla upp í 30.

2-0 og so var tungt hjá Mjølni. Í triðja setti var tó sum so eingin ivi. Mjølnir var allatíðina nakað frammanfyri, og so líðandi var bara spurningur um, hvussu stórur sett-sigurin fór at verða.

SÍ fann rútmuna aftur eina løtu tíðliga í 4. setti, men so vann Mjølnir níggju bólar á rað og vann eisini hetta setti rímiliga greitt. Phil Freere og Steffan Rosenlund Olsen slógu ígjøgnum við megi og yvirskoti, og blokkurin hjá Mjølni sat suverent hesi settini.

2-2 og harvið varð talan um eitt veruligt gullsett, hóast tað ikki eitur so nú. Tað sá út til at Mjølnir bara fór at halda stiman koyrandi frá undandfarnu settunum. Tað var 5-0, 8-2 og einaferð stóð 13-8, og tað angaði av søta sigursrákanum fyri sjeyndu ferð á rað. Men so vendist alt.

Brádliga eydnaðist alt hjá sørvingum. Teir vildu ikki leggja seg, komu á 14-13 og høvdu tríggjar dystarbóltar innan eina lítla løtu. Høllin á Giljanesi var á gosi. Men aftur gjørdi Mjølnir-blokkurin og sløgini á kantinum stóran mun, og gestirnir fingu koppa tí. Tað varð 18-17 til Mjølnir eftir flott smash hjá Steffani Rosenlund Olsen, og síðani vórðu dysturin og FM-heitið avgjørt, tá SÍ sló tepurt útav.

[object Object]
Teir eru vanir við at lyfta steyp, men FM-steypið hesaferð var meira harðvunnið enn summi onnur ár (Mynd: FBF)

Polestar-deildin (Menn) - 3. og avgerandi FM-finalan
27. mars á Giljanesi 
SÍ - Mjølnir 2-3
25-22, 30-28, 19-25, 20-25, 17-19

Á myndunum sá út til, at bólturin snittaði fingrarnar á einum í Mjølnir-blokkinum, og at tað harvið skuldi verið 18-18 og spælast víðari. Men hetta mettu dómararnir ikki, og so kundu spælarar hjá Mjølni og mongu viðhaldsfólkini stórfegnast í Vágum – hetta um sjeynda føroyameistaraheitið á rað.

Stórt vónbrot hjá SÍ nú 120-ára dagur felagsins nærkast. Enn er steypakappingin tó eftir, og hóskvøldið góvu SÍ og Mjølnir hyggjarunum eina ógvuliga minniliga og nærum óvanliga spennandi triðju FM-finalu.

Sí stóra myndarøð frá spennandi dystinum á jn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025

60 Leygardagur 29. mars 2025

Fleyr vann 3-2 á SÍ og er føroyameistari

Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu leygardagin seinnu FM-finaluna á SÍ, og júst sum hóskvøldið á Giljanesi, skuldu fimm sett til í Høllini á Hálsi, og aftur hesa ferð var tað Fleyr sum vann javnbrótaran

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Hotel Djurhuus-deildin - seinna FM-finalan:
Fleyr – SÍ 3-2 (25-10, 15-25, 25-22, 15-25, 15-7)

Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu leygardagin seinnu FM-finaluna á SÍ, og júst sum hóskvøldið á Giljanesi skuldu fimm sett til í Høllini á Hálsi, og aftur hesaferð var tað Fleyr, sum vann javnbrótaran.

Fleyr fekk skjótt takið á fyrsta setti og legði seg á odda 8-3, og SÍ sá mest sum út til at hava fingið skeivt upp á bein, og so tók tað Fleyr bara 16 minuttir at vinna settið 25-10.

Hjá SÍ kom tað dátt við, at Sissal Ellefsdóttir fór út við skaða tíðliga í øðrum setti. Hon kom tó aftur á vøllin seinni í dystinum, men var ikki 100%. Í fyrstu syftu merkist missurin kortini ikki, tí SÍ var nógv betur við í dystinum, og javnt gekk á til 15-15. Við støðuna 17-15 fór Edna Henriksen at serva fyri SÍ, og tað gjørdi hon so væl, at hon servaði settið heim – og stigið til 25-15 var eitt serviess.

Fleyr hevði trygga leiðslu og var á odda 22-15, tá SÍ gjørdi ein vørr og bardi seg upp á 20-22, og 22-23, men við blokki frá Anju Danielsen fekk Fleyr settbólt, og honum tók Heidi Christiansen sær av við einum serviessi, so Fleyr vann 25-22.

Síðan sveiggjaði pendulið aftur hinvegin, og eftir at Janna Falkvard hevði vunnið fyrsta stigið við einum lumpisligum lobbi, fór hon í holt við sína servuframsýning, og so var SÍ á odda 8-0. Fleyr minkaði um munin til 13-16, men so vann SÍ aftur fimm stig á rað og síðan settið 25-15.

[object Object]
(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Í javnbrótaranum gjørdist 5-5, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og Fleyr fór frá 7-6 upp á 10-6 eftir góðar servur frá Brynju Jákupsdóttir. Hanna Andriasdóttir Olsen smassjaði næsta bóltin út, men tað gjørdist eisini síðsta stigið, SÍ vann, tí SÍ fekk ikki bilbugt við servunum frá Thirzu Lindu Becerra, og dystarbóltin prikaði Bára Leonsson Mouritsen á miðjuni niður í gólvið hjá SÍ, og so var Fleyr føroyameistari í Hotel Djurhuus deildini 2025.

Sí myndirnar frá fyrru finaluni hóskvøldið á jn.fo

[object Object](Mynd: Flogbóltssamband Føroya)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2025

61 Leygardagur 29. mars 2025

NM í inniróðri: Nógv heiðursmerki til føroyingar

Kappast varð farna vikuskiftið skipa sum talgild kapping á netinum

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið var kappast í NM í inniróðri.

Kappingin varð skipað sum ein talgild kappingin á netinum, og luttóku teir føroysku innirógvararnir í ymiskum hølum í Føroyum og uttanlands. Róðrarsamband Føroya bjóðaði føroysku rógvarunum at luttaka í fimleikarahøllini í Fuglafirði.

Tilsamans luttóku 90 føroyskir einstaklingar og tvey føroysk lið í NM-kappingini í ár, har føroysku rógvararnir vunnu heili 21 gull-, 20 silvur- og 10 bronsuheiðursmerki, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Hesir rógvararnir vunnu gull:

Kvinnur: 200 metrar: Vár Guriardóttir Hansen, KRF

Kvinnur LW: 2000 metrar: Sarita Kristina Hansen, KÍF

Kvinnur 30+: 200 metrar: Kristina Roest, FSR

Kvinnur 30+ LW: 1000 metrar:Sarita K. Hansen, KÍF

Kvinnur 40+: 1000 metrar: Jóhanna av Steinum, HR

U23 kvinnur: 2000 metrar: Hanna Mortansdóttir Hammer, KÍF
U23 kvinnur: 200 metrar: Mira Winther Klit, AR

U17 kvinnur: 200 metrar: Dár Dánjalsdóttir í Húsinum, KÍF

U16 kvinnur:  2000 metrar: Kristvør Kjærbo Clementsen, RK

U15 kvinnur: 4 minuttir: Eyðbjørg Eidesgaard, ERF

U14 kvinnur: 3 minuttir: Victoria Høghamar, ERF

U13 kvinnur: 2 minuttir: Natasja H. úr Hørg, Sumba

U23 menn: 1000 metrar: Marnar Wiberg Niclasen, VK
U23 menn: 200 metrar: Marnar Wiberg Niclasen, VK

U17 menn: 2000 metrar: Teitur Borg Brattaberg, VK

U15 menn: 4 minuttir: Áron Jónsson, VK
U15 menn: 200 metrar: Áron Jónsson, VK

U13 menn: 2 minuttir: Baldur Einestrand Kjeld, Tindur
U13 menn: 100 metrar: Martin E. Mikkelsen, Tindur

U12 menn: 2 minuttir: Jógvan S. við Misá, Tindur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2025

62 Leygardagur 29. mars 2025

Nýklaktir ungir føroyameistarar

FM fyri ung í borðtennis var í Trongisvági farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Innsent

FM fyri ung í borðtennis var farna vikuskiftið í høllini í Trongisvági, har Borðtennissamband Føroya skipaði fyri endabrestinum í ungdómsborðtennis hetta kappingarárið.

Kappast varð leygardagin og sunnudagin í øll aldursbólkum frá U9 upp til og við U17, og kappast varð í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Eftir er nú bara FM fyri vaksin í hesum kappingarárinum. Tað verður spælt í høllini á Hálsi 25. og 26. apríl.

Yvirlit yvir nýklaktu føroyameistararnar sæst niðanfyri, og á heimasíðuni btsf.fo síggjast myndir av øllum vinnarunum.

Føroyameistarar í borðtennis 2025

U9 gentur
Einmansleikur
1. Rósa í Dali (TBF)
2. Helga Mortensen (TBF)
Tvímansleikur
1. Rósa í Dali (TBF) / Helga Mortensen (TBF)

U9 dreingir
Einmansleikur
1. Liam Steinkross (TBF)
2. Dávid Simonsen (TBF)
3. Jónas T. í Skorini (Tór) og William Roest (TBF)
Tvímansleikur
1. Liam Steinkross (TBF) / Dávid Simonsen (TBF)
2. Jónas T. í Skorini (Tór) / William Roest (TBF)

U11 gentur
Einmansleikur
1. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
2. Angelina Øster (TBF)
3. Kaja Thomsen (TBF) og Bára Sørensen (TBF)
Tvímansleikur
1. Angelina Øster (TBF) / Bára Sørensen (TBF)
2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór) / Kristel V. Joensen (TBF)
3. Helga Mortensen (TBF) / Rósa í Dali (TBF) og Kaja Thomsen (TBF) / Johanna Midjord (TBF)

U11 dreingir
Einmansleikur
1. Benjamin Simonsen (TBF)
2. Rókur Løkjá (Tór)
3. Liam Steinkross (TBF) og Levi Simonsen (TBF)
Tvímansleikur
1. Benjamin Simonsen (TBF) / Levi Simonsen (TBF)
2. Heini Trygvason á Váli (Tór) / Adrian Hvíthamar (Tór)
3. David Simonsen (TBF) / Liam Steinkross (TBF) og Rúnar Gunnarsson (TBF) / Einar Weihe (TBF)

U13 gentur
Einmansleikur
1. Hadassa S. Christiansen (Tór)
2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
3. Angelina Øster (TBF) og Kaja Thomsen (TBF)
Tvímansleikur
1. Hadassa S. Christiansen (Tór) / Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
2. Angelina Øster (TBF) /Bára Sørensen (TBF)
3. Kaja Thomsen (TBF) / Kristel V. Joensen (TBF)

U13 dreingir
Einmansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Suni á Lava (Tór)
3. Bogi Gardar Bringsberg (Tór) og Rókur Løkjá (Tór)
Tvímansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
2. Liam Steinkross (TBF) / Suni á Lava (Tór)
3. Rókur Løkjá (Tór) / Ruben Fjalsá Benbakoura (Tór) og Heini Trygvason á Váli (Tór) / Adrian Hvíthamar (Tór)

U15 gentur
Einmansleikur
1. Hadassa S. Christiansen (Tór)
2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
3. Angelina Øster (TBF)
Tvímansleikur
1. Hadassa S. Christiansen (Tór) / Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
2. Angelina Øster (TBF) /Bára Sørensen (TBF)

U15 dreingir
Einmansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Poul Knút Poulsen (TBF)
3. Suni á Lava (Tór) og Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Tvímansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
2. Poul Knút Poulsen (TBF) / Rókur Løkjá (Tór)
3. Liam Steinkross (TBF) / Suni á Lava (Tór)

U17 gentur
Einmansleikur
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
2. Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
Tvímansleikur
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)
2. Angelina Øster (TBF) /Bára Sørensen (TBF)

U17 dreingir
Einmansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Poul Knút Poulsen (TBF)
3. Bogi Gardar Bringsberg (Tór) og Jósva F. Højgaard (TBF)
Tvímansleikur
1. Poul Knút Poulsen (TBF) / Jósva F. Højgaard (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
3. Suni á Lava (Tór) / Rókur Løkjá (Tór)

Blandaður tvímansleikur – ung
Hadassa S. Christiansen (Tór) / Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Jósva F. Højgaard (TBF)
3. Bára Sørensen (TBF) / Suni á Lava (Tór) og Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór) / Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

63 Leygardagur 29. mars 2025

Tennissambandið fingið altjóða viðurkenning

Tennissamband Føroya er nú limur í evropeiska tennissambandinum, Tennis Europe

Ingi Heinesen Højsted, formaður í Tennissambandi Føroya, á palli á ársaðalfundinum hjá Tennis Europe 2025 (Mynd: Tennissamband Føroya)
SkrivaÐ:

Innsent

Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi farna vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum.

Við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti góðkendu møttu limalondini umsóknina hjá Tennissambandi Føroya, og 1. januar 2026 gerst Tennissambandið partur av Tennis Europe.

- Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gerast limir í Tennis Europe í eina tíð, og at tað nú eydnaðist er ótrúliga gleðiligt og eitt týdningarmikið stig fyri at menna tennis í Føroyum, segði ein fegin formaður í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, beint eftir at úrslitið varð kunngjørt leygardagin.

Spurdur um, hvønn týdning hetta hevur fyri føroysku tennisítróttina, svarar Ingi soleiðis:

- Limaskapurin í Tennis Europe merkir, at vit kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum einstaklingar og landslið umboðandi Føroyar. Hetta er sera týdningarmikið og spennandi, eitt nú hjá okkara ungu og evnaríku leikarum. Tennis hevur havt stóra framgongd í Føroyum síðstu árini, og hetta er enn eitt stórt fet rætta vegin.

Tennis Europe er altjóða felagsskapurin hjá Tennissambondunum í Evropa. Til samanbering svarar hetta til UEFA í fótbólti. Tennis Europe umsitur eitt nú EM kappingina fyri lið og einstaklingar í fleiri aldursbólkum. Ungdómskappingar hjá Tennis Europe verða mettar sum fyrsta stigið hjá ungum og evnaríkum tennisleikarum í Evropa at gerast yrkistennisleikarar.

Áhugin fyri tennis hevur rættiliga tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, serliga í høvuðsstaðnum, har vit í dag finna eitt spírandi tennisumhvørvi í Gundadali. Eitt av málunum hjá Tennissambandinum er at fáa tennisfepurin um alt landið. Tennis er ein av ítróttargreinunum á Skúlaleikunum í ár, og tennis verður ein av ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027.

Spurdur um, hvørjar raðfestingar Tennissambandið hevur nú sambandið hevur tryggja sær møguleikan at luttaka í altjóða kappingum í Evropa?

- Næsta stigið verður at betra um umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum, soleiðis at Føroyar uppfylla krøvini at gerast vertir fyri evropeiskum tenniskappingum, sigur Ingi Heinesen Højsted.

[object Object]
Jón Brekku, Barbara á Rógvi og Ingi Heinesen Højsted, nevndarlimir í Tennissambandi Føroya, saman við Henrik T. Pedersen, forseta í Tennis Europe, eftir at tað var kunngjørt, at Føroyar eru vorðnar partur av Tennis Europe (Mynd: Tennissamband Føroya)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

64 Leygardagur 29. mars 2025

Havnin sigraði

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár.

Havnarmenn og sandavágsmenn í avgerandi dysti um FM-heitið í talvi í Kollafirði leygardagin
SkrivaÐ:

Innsent

Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.

Unga manningin hjá kollfirðingum hevur kortini staðið seg væl í vetur, og eigur tí at seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja oman á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini.

Sandavágs Talvfelag vann 2. deild, Rókur 3. deild og Klaksvíkar Talvfelag 4. deild.

Seinastu dystirnir í øllum fýra deildunum vórðu telvaðir undir somu lon leygardagin. Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri stórum, væl eydnaðum felagsumfari í Kollafjarðar Skúla. Talvsamband Føroya varpaði leikirnar í øllum dystum í. 1 deild út beinleiðis.

Spenningur til síðsta leik

Toppdysturin - moralska FM-finalan millum Havnina og Sandavág - gjørdist ikki tað brakið, sum hon ofta hevur verið. Til tess var liðið hjá vágmonnum í so skert. Rógvi Egilstoft hevur verið burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang, vóru nógv versnaðar.

Á 1. borði brustu landsins bestu tveir telvarar saman í einvíggi. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. Ofta endar javnt teirra millum, men leygardagin telvaði Helgi sera væl, og vann sannførandi. Her sást hvør var stórmeistari, og hvør var altjóða meistari.

FM-heitið hjá Havnini var longu veruleiki, tá fyrsta talvið í dystinum var liðugt. Martin Poulsen syfti Torkil Nielsen á triðja borði, og so var 27 FM-heitið hjá HT heima. Carl Eli gjørdi Martini kynstrið eftir á fjórða borði, men á øðrum borði mundi Silas Eyðsteinsson hava munin, men føroyameistarin, Luitjen A. Apol, greiddi kortini remis.

So var tað botnstríðið. Hvør fór at lívbjarga sær í deildini? Kollafjørður og Havnin B lógu borð um borð. Kollfirðingar høvdu styrkt seg við Hans Kristiani Simonsen, sum kanska hevði bjargað felagnum í deildini, hevði hann telvað meira heilhugaður í vetur. Kollafirðingar dystaðust við B-liðið hjá klaksvíkingum, og úrslitið var, at tað endaði javnt á øllum borðum.

B-liðið hjá Havnini hevði A-liðið hjá klaksvíkingum ímóti sær. Havnarmonnum eydnaðist óvæntað at stríða seg til ein javnleik, og tað vísti seg at røkka. Í stigum endaðu Havnin B og Kollafjørður jøvn, men Havnin hevði munin í dystarstigum, sum er fínteljingarmáti, ið grundaður er á, at fyri vunnan dyst fær lið tvey dystarstig, og eitt fyri javnan dyst. Innanhýsis dystirnir vóru avgerandi. Annar endaði javnur, men hin fyrra vann Havnin.

Kollfirðingar vóru sostatt sera nær við at bjarga sær. Í síðsta talvinum í dystinum var líkt til, at Árant Djurhuus fór at vinna, men sum tann listilærdi telvari, ið mótstøðumaðurin, Finnbjørn Vang er, og altíð hevur verið, eydnaðist honum at neyðhalda um remis við skákendurtøkum í annars taptari støðu. Her bjargaði klaksvíkingurin havnarmonnum!

1. deild - 10. umfar

Sandavágur - Havnin ½-3½
IM Høgni Egilstoft Nielsen - GM Helgi Dam Ziska 0-1
Silas Eyðsteinsson - Luitjen Akselsson Apol ½-½
Torkil Nielsen - Martin Poulsen 0-1
Jón Atlason - Carl Eli Samuelsen 0-1

Klaksvík - Havnin B. 2-2
Ólavur Simonsen - Herluf Hansen 1-0
Rani Baldursson - Margar Berg 1-0
Heðin Gregersen - Elias Petersen 0-1
Terji Petersen - Suni Merkistein 0-1

Kollafjørður - Klaksvík B. 2-2
Hans Kristian Simonsen - Haldur S. Johansen ½-½
Árant Djurhuus - Finnbjørn Vang ½-½
Rógvi Mørkøre - Wille Olsen ½-½
Karl Marius Dahl - Tummas M. Sólsker ½-½

1. deild - endaliga støðan
1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 22
4. Klaksvík B. 14
5. Havnin B. 12
6. Kollafjørður 12

Sigurin hjá Havnar Telvingarfelag gjørdist til endans rættiliga tryggur. 32½ stig er frálík úrtøka, og verður hugt at einstøku úrslitunum sæst, at allir hava avrikað væl.

HT
Helgi Dam Ziska 6/7
Luitjen Akselsson Apol 7/8
Martin Poulsen 4/4
Carl Eli Samuelsen 5/7
Olaf Berg ½/1
Sjúrður Thorsteinsson 3½/5
Hjalti Toftum Jógvanson 2/2
Herluf Hansen 3½/4
Elias Petersen ½/1
Heiðrikur Jacobsen ½/1

Hjá Sandavágs Talvfelag hevur tað sviðið, at Rógvi Egilstoft er burturstaddur. Høgni Egilstoft Nielsen og ikki minst nýggja unga stjørnan, Jón í Horni Nielsen, hava munað væl.

ST
Rógvi Egilstoft 1/2
Høgni Egilstoft Nielsen 8/10
Silas Eyðsteinsson 5/10
Jón í Horni Nielsen 8½/9
Torkil Nielsen 4½/8
Jón Atlason 0/1

FM-sigurin er hin 27-indi hjá Havnar Telvingarfelag, síðan landskappingin byrjaði í síni tíð. Seinastu fimtan árini hevur kortini gingið javnt á millum Havnina og Sandavág. Telja vit tey árini saman, er Sandavágur á odda 8-7.

Taka vit seinastu tíggju árini er tað 6-4 til Havnina. Og seinastu fýra árini hevur Havnin vunnið tríggjar ferðir. Tað mishepnaðist á sjálvum hundrað ára jubileumsárinum 2023.

FM-sigrar í alt (1971-2025)
HT (Havnar Telvingarfelag) 27
ST (Sandavágs Talvfelag) 8
KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8
VT (Vestmanna Talvfelag) 6
KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4
TT (Tofta Talvfelag) 1
TFS (Talvfelagið Streymur) 1

Nýggja liðið í 1. deild verður B-liðið hjá Sandavágs Talvfelag, sum vann 2. deild greitt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2025

65 Leygardagur 29. mars 2025

Sterkir norðmenn vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Teir báðir norðmenninir Svein-Gunnar Karlberg og Kurt-Ove Thomassen vunnu Tórshavnar Bridgefestival, sum í ár varð hildin fyri sættu ferð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv stikk vóru at taka í Dansifrøi um vikuskiftið, knappliga 40.000 tilsamans um lagt verður saman við øll borðini í kappingini, nú 60 pør høvdu teknað seg at spæla bridge.

Størri helmingurin av spælarunum vóru útlendsk pør, sum vóru komin til Føroyar at spæla bridge og njóta nakrar dagar her. Eitt gott dømi um vinnu- og tiltaksferðavinnu, sum bæði Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommuna leggja dent á í sínum ferðavinnuætlanum.

Svein-Gunnar og Kurt-Ove vóru rættiliga stinnir alla kappingina, og løgdu seg á odda tíðliga í kappingini. Harðastu mótstøðuna fingu teir frá føroyska parinum Magna Jøkladal og Jóannesi Mouritsen, sum lógu nummar tvey meginpartin av kappingini. Eitt skifti seinnapartin leygardagin sá tað út sum, at fór at eydnast Jóannesi og Magna at taka oddasessin, men tað glapp.

Nummar trý vóru teir báðir Bjarni Hólmar Einarsson úr Íslandi, og so okkara Bogi Simonsen. Teir báðir hava vunnið kappingina tríggjar ferðir saman, og Bogi hevur eisini vunnið kappingina einaferð saman við norðmanninum Nils Kvangraven.

[object Object]

Tórshavn Bridgefestival hevur eisini fingið dyggan stuðul frá nógvum fyritøkum og felagsskapum. Tórshavnar Kommuna hevur hvørt ár verið hollur stuðul, sum ein liður í at draga altjóða tiltøk til høvuðsstaðin. Í ár var tað forkvinnan í mentanarnevndini hjá Tórshavn Býráð, Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum setti festivalin. Í røðu síni kom hon inn á at bridge var góð ímynd av lívinum, tí tað er altíð gott at hava góðar samstarvsfelagar, sum megna at skilja tað, tú vil uttan at siga tað við orðum.

Á Bridgefestivalinum í ár var eisini eitt serligt tiltak, sum var eitt samstarv við Skógrøktina, har bridgespælarar sluppu at hjálpa teimum at gera stiklingar av føroyskum pálmapíli, sum skulu plantast sum partur av viðarvøkstri í Føroyum. Hetta er tað sum verður rópt regenerativ ferðavinna ella endurbøtandi ferðavinna. Heidi Lava Elgeirsdóttir fegnaðist um tiltakið, og hon var hin fyrsta at hjálpa teimum og kundi leggja útlendsku gestunum lag á.

Hetta var sættu ferð, at Tórshavn Bridgefestival var hildin, og hevur hann fingið góða undirtøku millum bridgespælarar uttanlands – tó nógv flestir spælarar úr Íslandi. Men spælarar vóru eisini úr hinum norðurlondunum, Niðurlondum, Sveis og USA.

Tórshavnar Bridgefestival, sum verður fyriskipað sama við Føroya Bridgesambandi, verður aftur 16. til 19 apríl í 2026.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2025

66 Leygardagur 29. mars 2025

Manni Waag 75 ár

Mikudagin í vikuni - 26. mars - fylti Manni Waag 75 ár

 
SkrivaÐ:

Nøvn / Vit brøðurnir

Mikudagin í vikuni - 26. mars - fylti Manni Waag 75 ár. Hann lærdi skrivstovuyrkið á Føroya Bjór árini 1967-1970, men hugurin stóð ikki til tað. Eftir lærutíðina arbeiddi hann á Kósavirkinum í eitt ár, har hann trillaði salt við børu og landaði; eftir tað koyrdi hann eitt skifti lastbil fyri Karl Justesen, áðrenn hann endaði aftur hjá Føroya Bjór - hesa ferð ikki við bíleggingum og bókingum men saman við fløskunum, bæði inni á virkinum og í Føroya Bjór-bilinum.

Manna munnu tey flestu seta í samband við bilar og koyring. Áhugin fyri hesum stavar helst fyri stóran part frá virkseminum hjá pápabeiggja okkara, sum hevði bilstøðina AUTO, har Manni átti mangt sporið sum drongur og unglingi. So skjótt hann hevði aldur at fáa hýruvognskoyrt, fór hann at koyra hýruvogn - íðin og ikki minst populerur millum ungar línumenn, ið kundu koyra í tímavís um alt veganetið í Norðoyggjum og eisini av oynni, um tað so var til Havnar ella vestur í Vágar - alt meðan Charlie Pride og onnur rungaðu úr kraftblokkinum. 

Tað var forrestin á einum hýruvognstúri, at ein kundi visti at siga Manna, at hann mundi blivið sjómaður - tað visti Manni bara ikki av, tí pápi okkara ikki vildi fortelja honum um kjansin við Skálabergi, sum stóð honum í boði … 

Og so veit Manni alt um bilasøgu - bilmodell gjøgnum tíðirnar og ikki um at tala bilasøguna í Klaksvík, har hann veit hvørja detalju, tá ið tað kemur bilasløg, árgangir, nummarplátur, eigarar osfr. Í nýggjari tíð man hann vera best kendur sum koyrilærari, bæði til vanligan bil og stóran bil o.a., og tað eru hundraðtalsnæmingar, sum hann hevur undirvíst og innstillað til roynd millum ár og dag. Seinnu árini hevur hann fyri tað mesta koyrt buss.

Frá barnsbeini hevur hann spælt fótbólt, og spældi við bæði dreingjaliðnum og unglingaliðnum hjá KÍ sum málmaður. Í 1968 gjørdist unglingaliðið føroyameistari við málúrtøkuni 29-1. Tá ið einasta málið varð skorað ímóti KÍ - uppá brotsspark - stóð hann ikki í málinum. KÍ mótmælti brotssparksdømingini, so Manni stóð við síðuna av málinum, meðan bólturin varð trillaður frá 11-metrablettinum í tóma málið …!

Manni var partur av tí hópinum, sum var við til at manna 66-liðið, og spældi seinni í fleiri umførum við besta liðnum, fleiri ár á næstbesta á liðnum, eitt nú á liðnum, sum varð føroyameistari í 1972. Faroesoccer veit at siga, at hann var 47 ára gamal, tá ið hann spældi seinasta dystin - í 1997 í triðbestudeildini ímóti Skála.

Manni hevur verið venjari hjá besta liðnum, men í venjaraleiklutinum var hann trúgvur í áravís sum ungdómsvenjari, har hann umframt tað fótbóltsliga var tiltikin fyri at samansjóða liðini, ikki minst við at fáa foreldrini at vera við til at fyriskipa sosiala partin. Seinastu árini hevur hann verið vaktarmaður, tá ið KÍ spælir heimadyst. Fyri trimum árum síðani varð Manni fult uppiborið heiðraður á ársveitsluni hjá KÍ fyri trúgva tænastu fyri felagið. 

Trúliga hevur hann skipað fyri, at hansara klassafelagar í barnaskúlanum koma saman, umleið fimta hvørt ár tey seinastu nógvu árini. Jú, hann er íverkseti á so mongum økjum. Eitt stutt skifti búðu Manni og Guri á Viðareiði. Manni fall skjótt til, og tað var eisini hann, sum tók stig til at gera Viðareiðis-liðið hjá KÍ. Tað fekk stóra undirtøku á Viðareiði.

Tá ið Manni ikki situr við eitt bilróður, so styttir hann sær stundir við at ganga, at hyggja eftir Manchester United og við at poppa saman við øðrum tilkomnum í Klaksvík. Hetta við poppa er fyri hann eitt afturhvarv til tíðina á AUTO, har bilførararnir poppaðu inni á støðini millum túrar.

Manni hevur altíð verið hollur stuðul hjá børnunum. Nú samgleðist hann við teimum um síni abbabørn, sum hann gongur høgt uppí - og ikki minst man tað gleða hann, at dóttirin Maibritt við makanum Martini og lítla Jákupi hava sett búgv í Klaksvík, har Julianna og børn hennara búgva frammanundan. 

Manni er tann einasti av okkum brøðrum, sum býr í Klaksvík. Hann og Guri búgva á Biskupstorgi, har hurðin altíð er opin og blíðskapurin stórur - eitt rend inn til teirra er at kalla fastur táttur, tá ið KÍ spælir á heimavølli. Somuleiðis hava vit havt nógvar góðar løtur á árligu brøðrasamkomuni, sum vit kalla tað, tá ið vit brøðir koma saman ein langan leygardag - antin hjá einum okkara ella í summarhúsum á bygd. Manni er tá mesti ákoyrarin, tá ið tað kemur til at syngja felagssang av tí góða, gamla schlagara-slagnum.

Góði stóribeiggi, hjartaliga til lukku við trífjórðingsøldini, takk fyri mangar góðar løtur - bestu ynski til tykkum bæði og tíni øll!

Vit brøðurnir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2025