Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. mai 2025 | Nr. 18 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Rescue Lív aftur á Havnini

SíÐa 10

1 Leygardagur 03. mai 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sjálvandi skulu møguliga betri loysnir kannast

Stóra málið um Suðuroyartunnilin, har lagt var upp til ta heilt stóru ósemjuna, endaði í ‘fryd og gammen’ í løgtingssalinum. Eftir drúgva viðgerð aftur og fram, endaði orðaskiftið á tingi nærum við, at løgmaður og fólk hansara vórðu róst úr høgru og vinstru, og tá samanum kom, vóru tað bert fýra tingfólk – harav tvey sita sum varafólk – sum atkvøddu ímóti.

Tí áðrenn málið kemur aftur í tingið til endaliga avgreiðslu, hevur løgmaður lovað at koma við broytingum í orðingunum og við greiðum lyfti um at kanna alternativu uppskotini til linjuføringar eisini.

Ja, fyrr var illa. Minsta krav hjá teimum, sum skulu bera lógaruppskotið ígjøgnum má vera, at allur ivi um at tað finnast aðrar og betri loysnir ikki eru til staðar áðrenn trýst verður á ja-knøttin.

Vit hava á hesum stað skrivað nógvar greinir um komandi Suðuroyartunnilin. Flestu teirra hava snúð seg um ógvusligu inntrivini í náttúruna. Tíverri snúði orðaskiftið í tinginum ikki so nógv um oyðingarnar av virðismiklari náttúru, til dømis umhvørvinum kring vøtnini við Djúpadal í Sandoynni og skurðin gjøgnum náttúruvøkru Hvalbiarbygd.

Spurningurin um fíggingina er og verður høvuðsspurningurin, og alt bendir á, at okkara kosnu politikarar eru til reiðar at spæla høgt spæl við okkara framtíðar vælferð og fíggjarliga haldføri til tess at fáa hetta størsta arbeiðið við at fullfíggja okkara undirstøðukervi framt.

Men onnur mál hava eisini stungið seg upp í kjalarvørrinum á sjónvarpssending og teimum ivaspurningum, sum har vórðu reistir.

Ikki minst við trygdini. Spurningurin um rýmingarleiðir hava annars als ikki verið umrøddir, tí mett varð at ein møguligur eldsbruni kundi “stýrast” við ventilasjónsskipanini og bøtast við trygdarrúmum til tey, sum møguliga verða fangað í roykinum.

Harvið er spurningurin um hvat skal gerast við Skúvoynna aftur vorðin aktuellur. Kann leiðin gerast sum tveir tunnlar – ein út til Skúvoyar og ein víðari til Suðuroyar? Áhugaverdur tanki, tí vit hava á hesum stað eisini víst á, at tað er ikki meira enn rímiligt, at Skúvoyggin verður partur av hesi undirsjóvar vegaskipan.

Um tað verður so, at øll ferðslan verður leidd upp á Skúvoynna og niðuraftur stendur enn opin, hóast hann tykist fjarur. Men ein loysn við onkrum slag av sambandi upp á Skúvoynna tykist alt meira realistiskur. Fyri at hava eina neyðuppgongd á leiðini til ella úr Suðuroynni – tað skapar hóast alt ein ávísan tryggleika. Og kanska tað kann gera, at skúvoyingar fáa okkurt slag av sambandi við umheimin gjøgnum hesa neyðuppgongdina. Tað var jú loysnin, sum hestfólk tíverri ikki fingu, tá Sandoyartunnilin varð projekteraður.

Men spurningurin um hvar tunnilsmunnin í Sandoynni skal liggja stendur enn í tí óvissa. Løgtingið tykist tíverri samt í vitleysu ætlan løgmans og tunnilsfelagsins at leggja hann í Djúpadal – tað er tað mest ørkymlandi í hesum stórmáli, sum tað liggur í løtuni. Gævið at tað ikki hendir!

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 610

    Lisnar síður: 3355

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 03. mai 2025

Boyuopið fekst ikki aftur

Tað staðfestir danska skaðanevndin í frágreiðingini um vanlukkuna tá frystilínuskipið Kambur sakk í fjør

(Mynd: MRCC)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danska skaðanevndin er komin við frágreiðing um vanlukkuna tá frystilínuskipið Kambur 6. februar 2024 sakk og tveir menn ikki komu afturíaftur.

Tað hendi 17 fjórðingar sunnan fyri Føroyar eftir at Kambur hevði tikið nógvan sjógv inn gjøgnum eina lúku í bakborð.

Ein blanding av ringum veðrið, høgari aldu og stabilitetinum hjá skipinum gjørdi, at skipið sakk, stendur at lesa í frágreiðingini.

[object Object](Mynd: Den Maritime Havarikommission)

[object Object](Mynd: Den Maritime Havarikommission)

Aldurnar kundu skola inn gjøgnum lúkuna, boyðuopið, inn á dekkið. Manningin í boyurúminum royndi at lata lúkuna aftur, men hon vildi ikki heilt aftur og stóð tí hálvt opin.

Tað lat seg heldur ikki gera at steingja av millum boyurúmið og fabrikkina. Hetta orsakað av vatntrýstinum frá boyurúminum.

Skipið sakk klokkan 10:08 hendan dagin.

Fjúrtan av manningin vórðu bjargaðir av skipinum við tyrlu. Tveir av manningini komu ikki afturíaftur.

Frágreiðingin hjá donsku skaðanevndini kann lesast her

--

Lesið dramatisku frágreiðingarnar frá sjóforhoyrinum her:

Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu

- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann

Bara ein maður sá kokkin henda morgunin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

3 Leygardagur 03. mai 2025

Suðuroyartunnilin samtyktur við aðru viðgerð

28 atkvøður vóru fyri og fýra ímóti

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í átta tímar og tjúgu minuttir viðgjørdi løgtingið málið um Suðuroyartunnilin við  tilhoyrandi vegum við aðru viðgerð hósdagin, og tað endaði við at málið varð samtykt út á kvøldið.

Broytingaruppskotið frá meirilutanum í fíggjarnevndini varð samtykt við 31 fyri og einum ímóti, og sjálvt uppskotið um Suðuroyartunnilin varð samtykt við 28 fyri, fýra ímóti og ongari blankari.

Tingfólk fingu meira ella minni eitt lyfti frá løgmanni um, at møguleikin at bora úr Skúgvi skal kannast. Hetta gevur aðrar møguleikar í mun til linjuføringina.

Triðja viðgerð verður um tríggjar vikur.

Tey fýra, sum atkvøddu ímóti uppskotinum vóru Fía Selma Nielsen og Grímur Stundstein (bæði varafólk) úr Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Liljan Weihe úr Tjóðveldi.

Myndirnar eru frá tingfundinum mikudagin.

Sí allar myndirnar, sum Sverri Egholm tók í tingsalinum her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

4 Leygardagur 03. mai 2025

Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin fara helst ígjøgnum 19. mai

Nú eru 3. viðgerðirnar av hesum stóru og nógv umrøddu málunum ásettar til sama dag. Broytingar verða helst gjørdar í uppskotinum um at fara at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn. Hon, og flokkurin, vilja hava pensónjsaldurin upp, um Suðuroyartunnilin skal samtykjast (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hava verið nógvar atfinningar móti løgmanni og Løgmansskrivstovuni í sambandi við málið um Suðuroyartunnilin.

Samstundis hevur serliga Javnaðarflokkurin - men sanniliga eisini samgongan sum heild - fingið høgg fyri at vilja hækka pensjónsaldurin tii 70 ár. Hatta á sosialu miðlunum, men eisini í sambandi við 1. mai dagshaldið hósdagin, har tað varð skýrt eitt "stættasvik" av vinstrahallu flokkunum.

[object Object]

[object Object]
Til 1. maidagshaldið hósdagin (Myndir: Føroya Arbeiðarafelag)

Politikkarar sum heild fáa eisini nógvar atfinningar á serliga sosialu miðlunum, tí at man samstundis ikki koyrir egna pensjónsaldur upp.

Tað er so at siga einki, ið bendir á, at stóru málini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin ikki fara ígjøgnum. Bert fýra atkvøður vóru ímóti tí seinna hóskvøldið; eftir eina viku har nógv óvissa varð sádd.

Politisk semja er um at fara í gongd at projektera og bjóða út, men ynski er tó um størri vitan og eisini onkrar broytingar. Hetta hevur Aksel V. Johannsen lovað at hugt eftir fram til 19. mai, tá 3. viðgerð av málinum verður.

[object Object]
Aksel V. Johannesen hevur verð fyri trýsti á ymiskan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er nú endaliga greitt, at henda sama mánadag skal hækkan av pensjónsaldrinum fyri. Tingfundur er í løtuni, men málið er útsett. Hetta má vera tí, at tað á ymsan hátt hongur saman við hinum stóra málinum.

Framsókn og Ruth Vang hava áðrenn gjørt greitt frá, at man ikki tekur undir at gera  ein Suðuroyartunnilin, uttan at pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

5

Størv

Vónin søkir verkætlanar- og tænastuleiðara

Meira Umsóknarfreist: 22. mai 2025

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir løgfrøðingi til aliumsitingina

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Strond

Meira Umsóknarfreist: 04. mai 2025

Leiðari til Ordradeildina hjá P/F Poul Michelsen

Meira Umsóknarfreist: 18. mai 2025

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2025

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2025

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2025

Lærarastørv á Vinnuháskúlanum

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2025

Søkt verður eftir vaskifólki til Sóljuhjarta!

Meira Umsóknarfreist: 09. mai 2025

Avloysari sum kokkur til Mykines

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2025

Deildarstjóri til FK í Fuglafirði

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2025

Summarhjálp til ILVA IDEmøblar

Meira Umsóknarfreist:

Fulltrúi til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2025
6 Leygardagur 03. mai 2025

- Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt

Landsbankin ávarar móti avbjóðingum í stórum verkætlanum, nú málið um Suðuroyartunnilin var fyri. Á heimasíðuni hjá Landsbankanum verður millum annað skrivað, at Løgmansskrivstovan er heldur misvísandi í málinum

Malan Johansen, landsbankastjóri, hevur alment gjørt púra greitt, at Føroyar ikki hava ráð at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fleiri stovnar og persónar hava verið úti við ávaringum, nú málið um Suðuroyartunnilin skuldi fyri løgtingið.

Serliga er stúran um búskaparligu árinini, sum risastóra verkætlanin kann fáa fyri landið.

Á hesum økinum hevur Landsbankin verið púra greiður, og Malan Johansen hevur staðfest á almenum pallum, at Føroyar ikki hava ráð at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu.

Í dokumentarinum hjá Kringvarpinum frá mánadegnum "Suðuroyartunnilin og skuggatølini", sum hellur mest til júst síðuna hjá Landsbankanum, reisir landsbankastjórin fleiri ivamál um verkætlanina.

Har, og á landsbankin.fo verður víst á, at roknistykki hjá Landsstýrinum/Løgmansskrivstovuni eru heldur misvísandi. Millum annað við dapurskygni (kostnaðurin fyri Smyril) bjartskygni (kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin) á einari síðu.

- Í roknistykkinum verður Smyril gjørdur so dýrur sum møguligt, ið sostatt er eitt dømi um strategisk misrepræsentatión. Til dømis vísir roknistykkið ein miðalkostnað á 146 milliónir krónur um árið fyri Smyril frá 2035 og 30 ár fram. Fíggjarmálaráðið, sum er myndugleikin á økinum tá tað kemur til fíggjarlóg, vísir tó á í sínum hoyringssvari, at rætti kostnaðurin við somu fortreytum, sum eru settar upp fyri hetta roknistykki, er 130 milliónir krónur.

- Roknistykkið ger hinvegin Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt. Til dømis ”fær” Suðuroyartunnilin 1,35 milliardir sum innskot, meðan Smyril einki innskot hevur. Sostatt er talan um eina samanbering av tveimum loysnum, sum ikki kunnu samanberast fíggjarliga. Hetta dømið bendir á, at politiski myndugleikin tilvitað pellar fyri bæði sær sjálvum og borgunum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta.

Í hesum førinum verður víst á strategiska misrepresentatión

Í nøkrum greinum verður vandin í stórum verkætlanum borin fram. Ein bók hjá danska professaranum Bent Flyvbjerg verður nýtt sum dømi. 

- Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir ofta hava trupult við at halda tíð og kostnað. Orsøkirnar til tað eru fleiri, millum annað ov vánaligar fyrireikingar, bjartskygdir skeivleikar og strategisk misrepresentatión.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

7 Leygardagur 03. mai 2025

Nú svarar Løgmansskrivstovan aftur

Eftir at Landsbankin hevur ávarað og ákært Løgmansskrivstovuna fyri at "pella", ger Løgmansskrivstovan greitt, at fíggingarleisturin fyri Suðuroyðartunnilin er meira enn bara eitt einstakt roknistykki

John Rajani, løgmansstjóri, stendur undir greinini har Løgmansskrivstovan vísir aftur ákærunum um, at hon tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Landsbankin og Búskaparráðið hava seinastu dagarnar ákært Løgmansskrivstovuna fyri at pella.

Soleiðis byrjar Løgmansskrivstovan eitt skriv - undirskrivað John Rajani, løgmansstjóra - á heimasíðu sínari seinnapartin hósdagin.

Seinastu dagarnar hava atfinningarnar móti ætlanini um Suðuroyartunnilin verið harðar, og fleiri ivamál tykjast vera kring hana. 

Eitt tað seinasta er, at fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fyri opnari mikrofon á FM1 róði framundir at okkurt heilt annað býr undir tí, at politiska skipanin skal hava ætlanina ígjøgnum júst nú - millum annað áhugamál hjá Bakkafrost, skálvíkingum og sambond hjá fólki í Tunnilsfelagnum og í Løgmansskrivstovuni. 

Mánadagin, ein dagur har Kringvarpið annars vanliga ikki sendir heimildarsendingar, kom sendingin "Suðuroyartunnilin og Skuggatølini". Har vóru nógv tøl tikin fram, og nógvar atfinningarsamar røddir vóru at hoyra afturvið heldur óhugnaliga tónleikinum. Aksel V. Johannesen sat ógvuliga einsamallur sum verji fyri ætlanini.

[object Object]
Tað er løgmaður, sum varðar av tunnilsmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Nakrir viðkomandi spurningar vórðu tiknir upp í sendingini, og landsbankastjórin Malan Johansen, var nógv frammi við atfiningurin. Eisini á heimasíðuni hjá Landsbankanum eru nógv spurnartekin sett, og ávaringar síggjast eisini.

Júst Landsbankin er tann, sum fær mest toyggið á lms.fo, har tað serliga verður víst aftur, at Løgmansskrivstovan hevur gjørt og framlagt eitt einstakt fíggjarligt roknistykki. 

Víst verður á, at Landsbankin hyggur burtur frá ymiskum viðurskiftum í útrokningunum. Og so verður eisini víst til sjálvan Fíggjarleistin.

- Løgmansskrivstovan vil afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum. Tað er eisini ført fram, at fíggingarleisturin tekur støði í tølum, sum Løgmansskrivstovan sjálv hevur funnið uppá. Hetta er ikki rætt. Tølini í fíggingarleistinum eru útvegað frá viðkomandi fakmyndugleikum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

8 Leygardagur 03. mai 2025

Løgmansskrivstovan pellar ikki, men roknistykkið er misvísandi

Tað sigur Landsbankin, sum hósdagin annars skýrdi Løgmansskrivstovuna fyri at pella

Johnny í Grótinum, formaður í nevnd Landsbakans (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgmaður kravdi á tingsins røðarapalli hósdagin umbering frá Landsbankanum.

Í greinastubba um strategiska misrepresentatión á heimasíðu landsbankans dagfest 30. apríl, skrivar Landsbankin millum annað:

”Hetta dømi bendir á, at politiski myndugleikin tilvitað pellar fyri bæði sær sjálvum og borgarum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta”

Hetta er hart orðað. Tað er óneyðugt. Tað biður Landsbankin um umbering fyri. Tann orðingin er nú strikað úr greinini.

Landsbankin biður tó ikki um umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin verður boraður ella ikki.

Roknistykkið vísir, at Suðuroyartunnilin við ávísum treytum fer at hava eina positiva ávirkan á fíggjarlógina við 40 milliónir krónur árliga frá 2037. Roknistykkið er beinleiðis villeiðandi, tí tað hevur sum fortreyt, at landið letur 1,35 milliardir krónur til tunnilin og onki til Smyril (Strandferðsluna). Hetta svarar til, at landið játtaði 800 milliónir til ein almennan stovn í 2025, og síðani bað stovnsleiðara flyta landinum 40 milliónir krónur aftur næstu 20 árini. Tað hevði als onki bøtt upp á fíggjarliga haldførið.

Roknistykkið gevur fatan av, at íløgan í Suðuroyartunnilin bøtir um fíggjarpolitiska haldførið frá 2037 og 28 ár fram. Íløgan í Suðuroyartunnilin bøtir ikki um fíggjarpolitiska haldførið næstu áratíggjuni, men tvørturímóti spennir hon almenna búskapin harðari fyri næstu 40 árini og minkar eisini munandi um rásarúmið, at gera aðrar neyðugar íløgur.

Hetta vístu vit løgmanni og Løgmansskrivstovuni á, á fundi í Tinganesi 7. juni 2024, Føroya Løgtingi í einum skrivligum fyrivarni til frágreiðingina í oktober 2024 og á hoyringarfundum við fíggjarnevndina í mars 2025. Og nú í einum greinastubba á heimasíðu Landsbankans, har vit tóku ov harðliga til orðanna.

Løgmansskrivstovan vísir í almennum skrivi á, at tað eru fleiri aðrar útrokningar við í umrøddu frágreiðing. Tað er rætt, og vit fegnast um, at løgmansstjórin alment ger vart við hesar útrokningar nú. Tí á tíðindafundi um Suðuroyartunnilin, á tingsins røðarapalli og í øllum samrøðum við miðlarnar hevur løgmaður ferð eftir ferð víst til misvísandi roknistykkið við teimum 40 milliónir krónunum í yvirskoti til landsins fíggjarlóg frá 2037. Tað er villeiðandi og skeivt sum avgerðargrundarlag fyri hesi søguliga stóru íløgu.

Johnny í Grótinum, formaður í nevnd Landsbankans

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

9 Leygardagur 03. mai 2025

Frítíðarlønin komin á kontu

Oman fyri ein hálv milliard er útgoldin í frítíðarlønum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár fingu 33.024 persónar frítíðarløn. Taks upplýsir, at í alt eru útgoldnar 565.289.843 krónur í frítíðarløn. Hetta er 20 milliónir krónur meira enn í fjør.

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12 prosent av tí, sum tey hava vunnið. Arbeiðsgevarin rindar henda prosentpart á frítíðarkontu hjá TAKS, samstundis sum hann flytur vanligu lønina.

Hjá mánaðarløntum er frítíðarlønin ein vanlig mánaðarløn umframt eitt frítíðarískoyti á 1,5 prosent av teirri løn, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Arbeiðsgevarar umsita og útgjalda sjálvir frítíðarískoytið. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

10
Leygardagur 03. mai 2025

Rescue Lív aftur á Havnini

Eftir umfatandi og drúgva uppstiging hevur bjargingarfelagið í Havn aftur sín egna bát í føstu tilbúgvingini

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týskvøldið kom bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue Lív, á Havnina eftir ein langan túr úr Djupvik við vesturstrond Svøríkis.

Tað er meira enn hálvtannað ár síðani, at kósin varð sett til Djupvik, har bjargingarbáturin skuldi uppstigast á bátasmiðjuni SwedeShip. Upprunaliga varð roknað við, at arbeiðið fór at vera liðugt í mai mánaði 2024, men nú vísir tað seg, at tað skuldi ganga eitt ár út yvir tað, áðrenn Rescue Lív aftur var á Havnini.

- Arbeiðið gjørdist rættiliga nógv meira umfatandi, enn vit roknaðu við upprunaliga, og tað er orsøkin til seinkingina, greiðir Magni á Deild, frá Bjargingarfelagnum, sum sjálvur var við á ferðini heim.

[object Object]

Varð keyptur í 2019

Við umfatandi uppstigingini er Rescue Lív næstan sum nýggjur, lýkur øll krøv til ein slíkan bát, og er framtíðartryggjaður minst 20-25 ár út í framtíðina, sigur Magni.

Bjargingarbáturin varð í 2019 keyptur úr Svøríki. Hann hevði tá navnið Tanum, men fekk seinni navnabroyting til Rescue Lív, eins og undanfarni báturin hjá bjargingarfelagnum hevði.

Báturin er bygdur í 1996, og tað hevur allatíðina verið ætlanin at uppstiga bátin, og skifta motorarnar út.

Motorarnir á Rescue Lív vóru 675 hestakreftir hvør. Nýggju motorarnir av slagnum Scania eru á 1.000 hestar hvør, sum gevur bátinum eina ferð á yvir 30 knob.

[object Object]
Nýggju motorarnir eru á 1000 HK hvør

Komu upp á 33 míla ferð

- Á heimferðini komu vit eina løtu upp á 33 knob meðan vit sigldu innanskerðs í Noregi, sigur Magni á Deild, sum roknar við, at báturin nú saktans kannhalda eina ferð á 28 knob í øllum veðri í føroyskum sjógvi.

Umframt ferðina, so hevur Rescue Lív nú eina sleipimegi – pelatrekk – á 10 tons, sum er rættiliga nógv. Pressarin hjá skipasmiðjuni, sum er bygdur sum sleipibátur, hevur eitt pelatrekk á 12 tons, til sammetingar.

Alt í sambandi við framdriftina á bátinum er skift út. Umframt motorarnar er talan um nýggj kervi, akslar og skrúvur. Av tí at motorarnir eru nakað størri enn teir gomlu, so skuldi eitt skott í maskinrúminum flytast einar 30 sentimetrar, og hetta var millum annað við til at gera arbeiðið rættiliga nógv meira kompliserað.

So gott sum alt innan í bátinum er nú nýtt – ikki minst navigasjónsútgerðin á brúnni. Eisini er nógv annað á dekkinum, so sum lúkur, skiftar út. Alt bakdekkið skuldi eisini styrkjast, fyri at kunna halda til størri trekkikraftina. Alt hetta var orsøk til, at arbeiðið gjørdist so umfatandi.

[object Object]

10 tímar úr Lerwick í Álaker

Teir vóru seks mans við á heimferðini – fimm føroyingar og so eitt umboð fyri svensku bátasmiðjuna. Skipari á heimferðini var Stendor Johannesen, hvørs vanliga yrki er á brúnni á einum av Maersk-skipunum.

Tað tók 10 tímar at stima úr norska skergarðinum til Lerwick í Hetlandi, og aftur 10 tímar úr Lerwick til Havnar har teir komu um hálvgun ellivu tíðina í gjárkvøldið.

Rescue Lív liggur nú á nýggjum plássi í Álakeri, klár at leggja frá landi at hjálpa neyðstøddum á sjónum í farvatninum nærhendis høvuðsstaðin.

[object Object]

Sigla Arun aftur til Klaksvíkar

Hesa drúgvu tíðina, meðan Rescue Lív hevur verið til umvælingar í Svøríki, hevur Rescue Arun hjá Norðoya Bjargingarfelag tikið vaktina í Havn.

- Vit hava við stórari vælvild lánt Arun frá norðoyingum ‘kvit og frit’. Tað eru vit takksom fyri. Vit fara nú at sigla bátin norður aftur til Klaksvíkar og takka fyri lánið, sigur Magni á Deild.

Tá Norðoya Bjargingarfelag fekk nýggjan bjargingarbát, gjørdist Arun tøkur. Væntandi fer Norðoya Bjargingarfelag nú at selja Arun.

Ólavur Frederiksen - FaroePhoto - tók myndirnar

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

11 Leygardagur 03. mai 2025

NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

Tilsamans tíggju skip, tríggir kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini, sum verður í Norðurhøvum næstu tvær vikurnar - eisini í føroyskum øki

(Savnsmynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2025. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í umleið 14 dagar, áðrenn hon endar í Noregi.

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðaneftir.

Tilsamans tíggju skip, tríggir kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Niðurlondum, Norra, Íslandi, Danmark, Póllandi, Kanada og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum, men okkurt skip kann hugsast at koma í havn ella leggja leiðina nær landi. Mesta virksemið við Føroyar í sambandi við Dynamic Mongoose 2025 verður væntandi um vikuskiftið og fyrst í komandi viku.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja fyri ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Hetta er fjórða árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

12
Leygardagur 03. mai 2025

Gadus skrivar søgu - alt til matna

Gadus hjá JFK samtakinum í Klaksvík er fyrsta fiskifarið í føroyska skipaflotanum, sum fær løggilding, ið tryggjar, at 100 prosent av fiskinum fer til matna

(Mynd: JFK)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggir og lýggjari vindar blása í føroyskari fiskivinnu, nú tað er greitt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið Gadus – sum tað fyrsta føroyska fiskifarið nakrantíð – løggilding, ið tryggjar, at allur fongurin kann fara til matna.

Loyvið er søguligt og slóðbrótandi. Lýsi og mjøl, sum áður fór til ídnað, eru nú góðkend til matvøruúrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu blakað út, kunnu nú brúkast til fólkaføði. Hetta førir við sær stórar menningarmøguleikar og letur somuleiðis upp heilt nýggjar dyr út í heim.

Drúgv tilgongd
Í JFK samtakinum frøast tey um, at fleiri ára miðvíst arbeiði loksins ber ávøkst.

- Hetta hevur verið eitt langt og drúgt hál, og nú eru vit sera spent upp á at fara til verka við nýggja loyvinum í skjáttuni, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK.

- Tað er ongin loyna, at hetta er vitanartungt øki, ið krevur nógvan kunnleika og áhaldandi menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk í Noregi innan júst hetta økið. Fólk hjá okkum hava verið umborð á norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, og okkara manning hevur frá byrjan gjørt eitt megnar arbeiðið,  sum hevur lagt lunnar undir, at alt, sum nú kemur til høldar, kann fara til matna, leggur Hanus Hansen aftrat.

Gadus skraddaraseymaður til høvið
Tá farið varð í holt við at byggja Gadus í 2019, var ein grundleggjandi ætlan, at allur fiskurin skuldi kunna fara til matna. Hetta setti serlig teknisk krøv.

- Tú kanst siga, at vit hava hugsað hetta inn í okkara ætlan frá fyrsta stroki. Eitt nú eru ongir skarpir vinklar á rørunum fram til mjølverksmiðjuna. Við løggildingini kennist tað sum, at stóra íløgan, ið var gjørd, fer at bera ávøkst, leggur stjórin á JFK aftrat. 

Neyðugt at endurnýggja flotan
JFK samtakið vísir í sama viðfangi á týdningin av at endurnýggja skipaflotan. Tað, sum í dag er serligt við Gadus, eigur at gerast gerandiskostur fyri føroyska flotan frameftir. Tí her er nógv at vinna. 

Í mong áratíggju hevur tað eisini verið eitt politiskt ynski, at alt skuldi í land, og at størri úrtøka kundi fáast burturúr tí, sum fingið verður til høldar. Og hetta er júst tað, sum nú er veruleiki við løggildu góðkenningini, sum Gadus hevur tryggjað sær.

- Tað er mín vón, at politiski myndugleikin sær tað alneyðuga og gagnliga í, at føroyski fiskiflotin verður endurnýggjaður. Vit mugu fáa nýggj skip í flotan, sum kunnu vera við til at økja um virði á tí, vit fiska úr sjónum. Hendir tað, so vinna vit øll, sigur Hanus Hansen.

Stórir møguleikar til heilsu- og heilivágsídnaðin
Durita í Grótinum, góðskuleiðari í JFK samtakinum, gleðist um møguleikarnar, ið nú standast burtur úr hesum nýggja veruleikanum.

- Ja, hetta er frálíkt at hava við sær, nú vit fara til árliga sølumessu í Barcelona fyrst í mai. Fleiri dyr kunnu opnast, eitt nú til heilsu- og heilivágsídnaðin.

Júst, hvussu stór virðisøkingin kann gerast við hesi søguligu løggildingini  er tengt at fleiri táttum. Men greitt er, at tann parturin av lastini, ið áður fór til ídnað, við nýggja loyvinum kann fáa eitt munandi hægri virði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

13 Leygardagur 03. mai 2025

KJ hevur keypt Pomek

Fyritøkan í Klaksvík hevur serkunnleika í rustfríari framleiðslu, og skjótt fer stóra maskintekniska fyritøkan við høvuðssæti á Kamsdali formliga at eiga Pomek

Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum. Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KJ á Kambsdali víðkar nú um sínar møguleikar at veita tænastur.

Í skrivi í dag boðar stóra maskintekniska fyritøkan frá, at hon hevur keypt fyritøkuna Pomek.

Pomek er staðsett í Klaksvík, og hevur góðar umstøður fram við havnalagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í stóra arbeiðshøll.

Somuleiðis hevur Pomek serkunnleika til rustfría framleiðslu, og hetta hóskar væl inn hjá KJ.

Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum. Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk.

Keypið gevur KJ fleiri møguleikar, staðfestir leiðslan í stuttari viðmerking.

- Hetta er eitt týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í okkara framtíðar ætlanir við at veita enn betur tænastu til fiski- og alivinnuna

KJ hevur høvuðsdeild á Kambsdali og hevur eisini eina deild í Havn.

Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

14 Leygardagur 03. mai 2025

Varðin keypt allan partapeningin í Knassum

Broytingar í eigaraviðurskiftunum í felagnum, sum rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar. Gomlu eigararnir gevast í felagnum. Roknskaparárið í fjør vísti eitt hall upp á 1,1 millión

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Broytingar eru í eigaraviðurskiftinum í Spf. Knassum, sum rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar.

Varðin-samtakið hevur nú keypt allan partapeningin í felagnum, og brøðurnir Niklái og Jón Nysted eru keyptir út.

Eisini er fráfaringaravtala gjørd við teir báðar. Tað merkir, at teir ikki verða knýttir at felagnum longur.

Varðin setti pengar í Spf. Knassar á fyrsta sinni í 2013, tá Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu árini hevur Varðin átt helvtina av partapeninginum í Knassum, men við nýggjastu broytingini eigur Varðin øll partabrøvini í felagnum.

Ársúrslitið í fjør var ikki nøktandi, og vísti eitt hall upp á 1,1 milliónir krónur. Havast skal tó í huga, at felagið leggur um til álmannakkaár sum roknskaparár.

Eginognin er negativ við 6,3 milliónum krónum. Skuldin í felagnum er 8,5 milliónir krónur.

Tað er ikki nøktandi, og neyðugar tillagingar eru gjørdar í rakstrinum. Leiðslan væntar eitt yvirskot í 2025.

Ingvør Dalbø Mikkelsen er nevndarforkvinna í Spf. Knassum. Bárður Kass Nielsen og Tórheðin Jónsveinsson Jensen eru nevndarlimir. Stjóri er Bárður Kass Nielsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

15 Leygardagur 03. mai 2025

Soleiðis sær nýggi innkomuvegurin út

Væntandi fara eini 6.000-7.000 akfør at koyra eftir vegnum um samdøgrið. Um einar tveir mánaðar verður eftir ætlan koyrandi

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir ætlan verður nýggi innkomuvegurin letur væntandi upp um mánaðarskiftið juni/juli. Tað verður ein stór broyting í høvuðsstaðnum, tí væntandi fara eini 6000-7000 akfør at koyra eftir vegnum um samdøgrið.

Portalurin var í vikuni ein biltúr við tekniska stjóranum í Tórshavnar kommunu, Fríði P. Dalsgarð, eftir nýggja innkomuvegnum. Hoyr hann greiða frá her.

Sverri Egholm tók nakrar myndir hósdagin, og Articon hevur eisini lagt nakrar dronumyndir út, sum vit hava brúkt niðanfyri. Fleiri myndir síggjast her

[object Object]
(Mynd: Articon)

[object Object]
(Mynd: Articon)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Articon)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

16 Leygardagur 03. mai 2025

Ætla at byggja gistingarhús við Norðskála

Jóan Petur Vang byggimeistari stendur fyri verkætlanini, meðan Sunda kommuna nú roynir at fáa øll loyvi uppá pláss. Eini 40 kømur skulu vera

Økið er 1.800 fermetrar til støddar og er staðsett beint sunnanfyri Stanley í handilsøkinum beint við brúnna við Streymin (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt gistingarhús er í gerð í Klaksvík, og tað eru ætlanir um at byggja eitt við Norðskála eisini. Hetta kom fram í útvarpstíðindunum fyrr í vikuni.

Tað er Jóan Petur Vang byggimeistari, sum stendur fyri tí. Hann hevur staðið fyri fleiri stórum verkætlanum seinastu árini - millum annað í høvuðsstaðnum.

Jóan Petur Vang eigur matrikkulin sjálvur. Økið er 1.800 fermetrar til støddar og er staðsett beint sunnanfyri Stanley í handilsøkinum beint við brúnna við Streymin.

Upplýst verður úr Sunda kommunu, at tey í 2022 samtyktu at geva frávik í byggisamtyktini, so at til ber at fara undir eina slíka verkætlan. Nú er ein nýggj orðing gjørd í byggisamtyktina. Sunda kommuna hevur biðið um góðkenning frá landsmyndugleikunum hesum viðvíkjandi, greiðir Eyðstein Zachariasen frá. 

Um sjálva verkætlanina sigur borgarstjórin við KVF, at tað eftir ætlan vera umleið 40 kømur á gistingarhúsinum við Norðskála, umframt fundarhøli og annað. Sum skilst kann talið tillagast nakað.

Tað er trupult at siga, hvussu tíðarlinjan er, men byggimeistari og kommuna vilja seta í gongd sum skjótast. Nú verður bíðað eftir loyvum - millum annað skal  Landsverk geva loyvi til at gera parkeringsøki beint við gistingarhúsið.  

Ein kostnaðarmeting er ikki gjørd enn, men hetta verður ein stór verkætlan.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

17 Leygardagur 03. mai 2025

Bryggjulaksur undir Bryggjubakka í dag

Klokkan 11 í dag verður Bryggjulaksur í Havn. Tíggju ókeypis laksarættir, klárir at koyra í munnin. Laksur, sum tú helst ongantíð hevur upplivað hann áður

(Mynd: Bryggjulaksur)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tú skalt bara møta upp. Tað er alt, tú skalt gera. Gloym matgerðina. Gloym uppvaskið. Gloym stressið. Tú skalt bara gapa og njóta.

Í dag klokkan 11 verður eitt tiltak Undir Bryggjubakka, sum nærmast er ov gott at vera satt: Tú fært 10 ókeypis laksarættir, sum eru klárir at fara beina leið í búkin. Og hetta er ikki bara vanligur laksur í einum kølidiski. Hetta er laksur, sum tú helst ongantíð hevur upplivað hann áður.

- Vit lata kokkarnar gera akkurát tað, sum teir hava hug til, sigur Bogi Andreasen, ein av fyriskiparunum, tá eg spyrji, hvussu teir 10 rættirnir eru valdir.

- Vit blanda okkum ikki. Og tað ger eisini, at summir kokkar byrja at kappast eitt sindur sínamillum. Og tá koma tey bestu hugskotini. Tildømis fingu vit laksaís tað eina árið.

Laksaís. Ja, tú las rætt. Og hóast tað verða bæði spennandi og óvæntaðir rættir, verður eisini pláss fyri meira siðbundnum upplivingum. “Felags fyri allar rættirnar er, at tað smakkar ótrúliga væl, sigur Bogi.

Men hví alt hetta fyri einki? Hví geva túsundtals gestum dýrar laksarættir púra ókeypis?

- Tað snýr seg um at vísa fólki, hvussu nógv tú kanst gera við laks, sigur Bogi Andreasen.

- Laksur er meir enn royktur laksur við dilddressingi. Hann kann vera alt frá tí heilt einfalda til tað heilt avanseraða. Tað er eitt ótrúliga fjølbroytt og gott føroyskt produkt, har fólk kanska ikki eru tilvitað um, hvussu nógvir møguleikar eru at matgera uppá.

Tað er eisini lætt at skilja, hví Bryggjulaksur er blivið ein fastur partur av árinum:

- Tað er ótrúliga lætt at fyrireika. Øll vilja hjálpa til. Tað er non profit, og tey einastu, sum fáa eina samsýning, eru kokkarnir. Restin ger tað, tí vit elska hugskotið. Tað er altíð hugnaligt og góður stemningur. Bryggjulaksur er eisini perfekt høvi at koma saman við fólki, vinum og familju.

So hevur tú ein maga og ein munn, so er at leggja leiðina framvið Bryggjubakka. Staðið, har tú bara skal gapa og smakka. Hetta er tann dagurin á árinum, har tú kann lata onnur um at matgera og vaska upp, meðan tú forkelar teg sjálvan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

18 Leygardagur 03. mai 2025

Nema og Elding í nýggjum vinnuligum samstarvi

- Telefonkundar kunnu nú stovna sær hald frá Nema í Elding handlunum, og harvið fáa avsláttur av øllum vørum í Elding

Herman Winther, Elding, og Gudny Langgaard, Nema
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni kunngjørdu fyritøkurnar Nema og Elding at tær hava gjørt avtalu um eitt nýtt vinnuligt samstarv. Samstarvið gevur góðar møguleikar fyri báðar fyritøkurnar á føroyska marknaðinum, og er til gagns fyri kundarnar.

Longu frá í dag, kunnu kundar stovna sær telefonhald frá Nema í Elding handlunum, og harvið fáa avsláttur av øllum vørum í Elding. 

Søguligt gott samband millum fyritøkurnar

Samstarvið er tó ikki óvæntað, tí Nema og Elding hava gjøgnum árini samstarvað sera væl. Samstarvið millum fyritøkurnar hevur altíð verið merkt av áliti og virðing, og hevur altíð verið til gagns fyri báðar partar.

- Vit seta altíð kundan í hásæti og ynskja at geva kundunum ta bestu upplivingina, og tað er hetta samstarvið við til at gera. Vit hava, í fleiri ár, havt eitt tætt og jaligt samstarv við Nema, hóast tað ikki hevur verið formaliserað áður, sigur Mads A. Winther, stjóri í Elding. 

Eisini stjórin á Nema, Gudny Langgaard, leggur dent á kundatænastu og góða samstarvið við Elding.

- Seinastu árini hava vit arbeitt við at betra um netið, og tað hava vit megnað. Eisini brúka vit nógva orku upp á at menna 2fyri1 appina, ið gevur okkara kundum ymsar ókeypis tænastur. Nú fara vit eitt fet víðari við einum sera spennandi samstarvi við Elding, ið heilt víst kemur kundunum til góðar, sigur stjórin í Nema.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

19 Leygardagur 03. mai 2025

Pf. Eystur- og Sandoyartunlar avlop á slakar 50 milliónir

Hetta er kortini væl lægri enn í fjør, tá Sandoyartunnilin ikki var latin upp fyri ferðslu. Ferðsluveðhaldið hjá landskassanum er tó minkað við yvir 31 milliónum

Teitur Samuelsen, stjóri, undir hátíðarhaldinum í Sandoyartunlinum í desember í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Meðan kjakið koyrir um ætlaða Suðuroyartunnilin og bíðað varð eftir, at málið kom  fyri løgtingið, kundi partafelagið fyri yngsta og næstyngsta undirsjóvartunnilin í Føroyum kunngera eitt yvirskot upp á beint undir 50 milliónir. 

Yvirskotið er tó nærum 80 milliónir minni enn tað í fjør; millum annað tí, at nú verður avskrivað upp á Sandoyartunnilin, sum lat upp fyri ferðslu beint fyri ársskifti 2024. Eysturoyartunnilin lat upp stutt fyri ársskifti í 2020.

Partafelagið Eysturoyar- og Sandoyartunnil hevur havt aðalfund, har millum annað ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram. Ársúrslitið fyri 2024 gjørdist 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023. 

Inntøkurnar frá ferðslu øktust úr 160 milliónir krónur í 2023 upp í 198 milliónir krónur í 2024, men serliga avskrivingar kostaðu.

Ferðsluveðhaldið minkað við yvir 30 milliónum
Ferðsluveðhaldið, sum landskassin hevur veitt felagnum, minkaði munandi í 2024, í mun til árini frammanundan.

Veðhaldi var í 2024 12,7 milliónir krónur. Í 2023 var tað 43,6 milliónir krónur.

Størsti parturin av veðhaldinum stavar frá fyrra hálvarið 2024, tá verkfallið í mai/juni mánaði kostaði felagnum umleið 4 milliónir. Seinna hálvár var ferðsluveðhaldi bert 3,4 milliónir krónur. Tí er ikki óhugsandi, at ferðsluveðhaldi ikki fer at kosta landskassanum pening í framtíðini, um alt gongur eftir vild, verður skrivað í frágreiðingini.

Seinastu árini hava ferðsluveðhaldini verið hesi:

2021: Kr. 27,4 mió.
2022: Kr. 56,5 mió
2023: Kr. 43,6 mió
2024: Kr. 12,7 mió
Í alt : Kr. 140,2 mió.

Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina. Bergur Poulsen heldur fram sum nevndarformaður og Marita Hentze sum næstforkvinna. Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

20 Leygardagur 03. mai 2025

Pf. Posta hevði 1,7 milliónir í halli í fjør

Hóast hall, so myndaðu góð framstig árið, og úrslitið var nakað betri enn undanfarin ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Pf. Posta hevur júst lagt fram ársroknskapin fyri 2024. Góð framstig myndaðu árið, og úrslitið var nakað betri enn undanfarna ár. Posta leggur seg eftir kjarnuvirkseminum og framhaldandi at gera tað lætt at vera kundi hjá felagnum.

Farna árið var hendingaríkt á kundasíðuni. Posta er væl á veg við mest fjølbroyttu og smidligu møguleikunum fyri at heinta og senda pakkar. Posta bjóðar nú mestsum allar tænastur í einari sjálvgreiðslu á app og heimasíðu. Eisini eru pakkaboksirnar øktar í tali og eru nú staðsettar um alt landið, har tað er lætt og atkomuligt hjá viðskiftafólkum at heinta og senda pakkar frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Aðalmálið hjá Posta er, at tað skal vera lætt at vera viðskiftafólk hjá okkum.

Úrslitið

Í 2024 var samlaða sølan hjá Posta 108 milliónir krónur samanborið við 128 milliónir krónur undanfarna ár. Rakstraravlopið áðrenn avskrivingar er 8,1 milliónir krónur, sum svarar til 7,5 prosent av søluni. Úrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 1,7 milliónir krónur.

- Samsvarandi fortreytunum eru vit nøgd við árið 2024. Tað er týdningamikið, at vit raðfesta kjarnuuppgávurnar og arbeiða miðvíst fyri at tryggja at tænasturnar, sum vit veita, eru haldførar – ikki bara nú, men eisini í framtíðini. Okkara høvuðsendamál hevur altíð verið at flyta vøru, post og pakkar, og hetta fer framhaldandi at vera kjarnuupgávan í okkara virksemi, , sigur Edvard Remberg, stjóri.

Marknaðurin flytur seg skjótt, og talgildingin í samfelagnum merkist serliga á talinum av brøvum. Minkingin merkir, at Posta má arbeiða miðvíst við effektivisering sum frá líður. Posta ber framvegis brøvini út uttan stuðul.  Millum annað er avgerð tikin um at gevast við útbering av adressuleysum og harvið prentaðum lýsingabløðum, tí eftirspurningarin er minkaður munandi.

Fleiri handlar og húski velja í dag talgildar pallar, eitt nú sosialar miðlar og teldupost, fram um prentaða tilfarið.

Posta væntar avlop í 2025.

Ársfrágreiðing 2024 kann lesast her

Í nevndini fyri Pf. Posta sita: Árni Ellefsen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, Jóannis Iversen, starvsfólkaumboð og Steinvør Jacobsen, starvsfólkaumboð. Stjóri er Edvard Remberg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

21 Leygardagur 03. mai 2025

Vága Floghavn 1,4 milliónir í avlopi

Avlopið í 2024 var væl minni enn tær 3,9 milliónir krónurnar í 2023

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

2024 gjørdist higartil besta ár hjá Vága Floghavn, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi. Í árinum ferðaðust 444.035 fólk um flogvøllin, og er hetta heldur meira enn tey 431.079, sum fóru um flogvøllin í 2023.

Eisini setti nøgdin av farmi met, tí tey góðu 7.200 tonsini, sum fóru um flogvøllin, eru fýra, fimm ferðir so mong, sum gamla metið.

[object Object]

Hækkandi ferðafólkatalið og farmurin hava sjálvandi ávirkan á inntøkur felagsins, men hækkandi útreiðslum slepst ikki undan í hesum sambandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið er vaksið rættiliga fitt, men starvsfólkakostnaðirnir og fíggjarligu kostnaðirnir eru samstundis hækkaðir samsvarandi. So hóast bruttoúrslitið fór úr 46,3 milliónum krónum í 2023 upp í 56,8 milliónir krónur í 2024, so lá ikki meira eftir á botnlinjuni.

Vaksandi virksemið krevur fleiri hendur og harav hækkandi starvsfólkakostnað. Afturat hesum koma munandi vaksandi fíggjarligir kostnaðir, nú stórar íløgur verða gjørdar. Verkfallið, sum var tíðliga á sumri í fjør hevði eisini ávirkan á ferðafólkatal og harvið eisini á inntøkurnar hjá Vága Floghavn.

Vága Floghavn er í gongd við stórar íløgur og aðrar eru komandi, samstundis sum stórt og kostnaðarmikið viðlíkahald liggur fyri framman. Sum partur av kritiska undirstøðukervi Føroya hevur Vága Floghavn serliga ábyrgd at tryggja, at fólk og farmur til eina og hvørja tíð hava møguleika at koma og fara loftvegis. Hetta hevur eisini ávirkan á, hvussu felagið raðfestir, tá støða skal takast til, hvussu tøku miðlar felagsins verða nýttir. Somuleiðis setur hetta krøv til inntøkugrundarlagið sum skal til, fyri at veita hesa trygd. Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn avgjørt at broyta nýtslugjøldini kravd verða inn, og kemur broytingin í gildi tann 1. apríl komandi ár.

Um rakstur felagsins fyri árið kann annars sigast, at starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu úr 31,7 milliónum krónum upp í 39,7 milliónir, og rakstrarkostnaðirnir fóru úr 28,2 milliónum. upp í 30,1 milliónir krónur. Avskrivingarnar vóru heldur lægri enn undanfarna ár. Tær fóru nevniliga úr 16,8 milliónum niður í 15,8 milliónir krónur. Í sambandi við munandi hækkaða lántøku fóru fíggjarkostnaðirnir úr 4 milliónum upp í 10,3 milliónir krónur. Avlopið á 1,4 milliónir krónur fyri 2024 er væl minni enn tær 3,9 milliónirnar í 2023, men er sum nevnt munandi ávirkað av verkfallinum í fjør.

Við stóra tørvinum á íløgum og kostnaðarmiklum viðlíkahaldi í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. Sum dømi kann nevnast, at ætlandi verður flogbreytin asfalterað í ár. Hetta er eitt arbeiði fyri omanfyri 100 milliónir krónur.

Í hesum døgum hevur Vága Floghavn eina verkætlanarkapping í gongd um nýggja farstøð. Innbodnu ráðgevaratoymini hava freist til hálvan mai at lata síni uppskot inn, og verður eftir hetta avgjørt, hvør vinnur kappingina. Eisini fæst væntandi tá at vita, hvussu mikið ein tílík verkætlan fer at kosta.

Væntanir fyri 2025
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2025, og væntandi verður 2025 nýtt metár, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi. Upplýsingar frá flogfeløgunum benda á, at bókingarnar fyri komandi tíðina eru fleiri enn undanfarin ár, og tað fer væntandi at síggjast aftur, sum árið líður.

Á aðalfundi felagsins vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og hevur nevndin skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.

Nevnd felagsins er mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig eru starvsfólkavald umboð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2025

22 Leygardagur 03. mai 2025

- Umráðandi at fáa hagtøl fyri burturkastið

IRF hevði aðalfund týsdagin, hesa ferð á Sandi. Ársúrslitið fyri 2024 er 3,9 milliónir krónur

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Starvsfólkini hjá IRF tóku í 2024 ímóti og hagreiddu 36.113 tons av burturkasti, sum er 0,6 prosent meira enn undanfarna ár. Býtið millum viðgerðarhættirnar av burturkasti – brenning, endurvinning og tyrving – hevur verið støðugt. Økt samstarv á ymiskum økjum og fleiri leikarar á burturkastmarknaðinum gera tað neyðugt at savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at vita, hvussu gongdin er í Føroyum.

Nøktandi úrslit

Ársúrslitið gjørdist 3,9 milliónir kr+onur, sum er 3,8 milliónir krónur betri enn í 2023.

Bruttoúrslitið fyri 2024 gjørdist 77,8 milliónir krónur, sum er 7,6 milliónir betri enn í 2023.

Inntøkurnar eru 788.000 krónur minni enn mett, og útreiðslurnar eru 2,6 milliónir krónur minni enn mett frammanundan. Í 2024 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 11,7 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at í 2023 vórðu íløgur gjørdar fyri 18,6 milliónir krónur. Fíggjarstøðan javnvigar við 308 milliónum krónum í 2024 í mun til 311. milliónir í 2023.

Burturkastnøgdirnar

Í 2024 tók IRF ímóti 36.113 tonsum av burturkasti. Hetta er 0,6 prosent meira enn í 2023, tó beint undir miðalnøgdirnar seinastu fimm árini. Av samlaðu burturkastnøgdunum vórðu 63,6 prosent brend, 24,0 prosent fóru til endurvinningar, og 12,3 prosent vórðu tyrvd. Samanborið við 2023 lækkaðu nøgdirnar at brenna 0,5 prosentstig í 2024. Endurvinningarnøgdirnar lækkaðu 1,3 prosentstig. Og nøgdirnar at tyrva hækkaðu 1,8 prosentstig.

Viðvíkjandi vøkstrinum í tyrvinøgdunum er týdningarmikið at hava í huga, at við nýggju støðini í Nýggjheiðum tekur IRF nú ímóti tyrviburturkasti úr øllum Føroyum. Tað byrjaði IRF við í mai 2023.

Viðvíkjandi minkingini í endurvinningarnøgdunum eru tvær týðandi broytingar. Í undarfarnu ársfrásagnum varð reinsaða vatnið á oljureinsiverkinum tikið við sum endurvunnið tilfar. Tað verður tað ikki í hesi og komandi ársfrásøgnum. Hetta broytir samlaðu burturkastnøgdirnar og lutfalsliga býtið í millum endurvinning, brenning og tyrving.

Harumframt eru fleiri privatar fyritøkur komnar inn á marknaðin seinastu árini, sum annaðhvørt endurvinna tilfar í Føroyum ella útflyta og selja tilfar til endurvinningar.

Umhvørvisliga eru hesar broytingingar góðar. Men tær undirstrika, at tað er neyðugt, at vit í Føroyum savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at fáa ta samlaðu myndina fyri Føroyar. Herundir tølini hjá IRF, tølini hjá Kommunalu brennistøðini í Tórshavnar kommunu, og tølini hjá føroyskum fyritøkum, sum gagnnýta ella flyta burturkastbólkar av landinum. Tástani fáa vit veruliga býtisprosentið í millum brenning, endurvinning og tyrving av øllum burturkastinum í Føroyum.

Nýgg pantskipan – ein týðandi íløga í framtíðina

Við nýggju pantskipanini fara vit frá at hava 12 ymiskar pantskipanir til at hava eina felags pantskipan fyri alt landið. Endamálið við skipanini er einfalt: Tað skal vera lætt fyri brúkaran at sleppa av við øll pantíløt á einum stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma aftur í ringrás. Harumframt verður tað lættari hjá handlum at handfara íløtini, tí frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glasfløskur, plastfløskur og aluminiumsblikk.

Tað var Umhvørvismálaráðið, sum heitti á IRF um at umsita pantumskipanina, og í 2024 varð løgtingslógin um nýggju pantskipanina samtykt. Í desember 2024 gjørdi IRF sáttmála við MTV Byggivirkið at byggja nýggju panthøllina hjá IRF í Sandavági.

Panthøllin verður avhendað tann 30. mars 2026. Og í fyrru helvt av 2026 verður nýggja pantskipanin virkin.

Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent

Nýggja reinsiverkið og tyrvimóttøkan hjá IRF í Nýggjheiðum varð tikin í nýtslu í 2023. Og í 2024 varð henda nýggja støðin eisini ISO-góðkend sambært umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001. Síðani 2021 hava allar aðrar støðir hjá IRF verið ISO-góðkendar. Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.

IRF farið undir at menna CO2 hagtøl

Í 2024 er nógv orka løgd í at arbeiða við hagtølum, sum vísa útlátið av øllum teim ymisku burturkastbólkunum, sum IRF tekur ímóti. Tøl, sum vísa, hvussu útlátið verður ávirkað, um ein burturkastbólkur t.d. verður endurvunnin heldur enn brendur ella tyrvdur.

Eitt týdningarmikið úrslit av CO2-hagtølunum er, at IRF fer at veita føroyskum vinnulívi nágreinilig tøl fyri, hvussu stórt CO2-útlát stendst av tí burturkasti, sum vinnan letur IRF.

[object Object]
Frá vinstru Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø

Gunnvá avloysir Gunvá

Á ársaðalfundinum varð nevndin vald av nýggjum, og hesi vórðu vald: Annika Steintórsdóttir Biskopstø (umboðandi Norðoyggjar), Atli Fróði Johansen (umboðandi Eysturoy), Frank Müller (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), Gunnvá S. á Lofti (umboðandi Vágar), Davia Nicolajsen (umboðandi Sandoy) og Alvi Mortensen (umboðandi Suðuroy). Hetta er fyrstu ferð, at nevndarbýtið er javnt millum kynini.

Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Gunnvá S. á Lofti sum forkvinnu og Alva Mortensen sum næstformanni.

Fimm limir í undarfarnu nevnd vórðu skiftir út. Í undanfarnu nevnd vóru: Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna (umboðandi Norðoyggjar), Oluf Müller, næstformaður (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), og teir fýra nevndarlimirnir Hans Anders Jacobsen (Eysturoy), Jóanis Albert Nielsen (Vágar), Bjarki Henriksen (Sandoy) og Alvi Mortensen (Suðuroy).

Nevndin hjá IRF verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval fyri fýra ár, við limum úr kommunustýrunum. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Ársfrásøgnin 2024 kann lesast her 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

23 Leygardagur 03. mai 2025

Føroya Banki hevði yvir 60 millonir í avlopið fyrsta ársfjórðing

Rokniskapurin fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2025 sær góður út. Leiðslan í bankanum væntar tó, at nettoúrslitið fyri árið verður nakað lægri enn í 2024

- Virksemið hjá samtakinum royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum góðum tryggingarúrsliti hjá dótturfelagnum Trygd, sigur Turið F. Arge, forstjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Virksemið hjá samtakinum royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum góðum tryggingarúrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. Bæði privatkundar og vinnukundar megna at halda sínar lánsskyldur, og vit hava bert staðfest fá fíggjarlig tap higartil í ár. Lækkandi rentustøðið gagnar kundum, ið hava lán í bankanum, og samstundis ber til at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu. Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð, men tað skerst ikki burtur, at økta geopolitiska óvissan og vandin fyri herdum handilskríggi kunnu fáa ávirkan á okkara kundar og okkum sum fíggjarstovn.

Hetta sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, um úrslitið.

Leiðslan í bankanum væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 milliónir krónur, ið er nakað lægri enn í 2024.

Spara saman við góðari rentu
Hóast rentan er lækkað í fleiri umførum seinasta árið, so hvørt sum inflatiónin er minkað, ber framvegis til hjá kundunum at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu ella hárentukontu í Føroya Banka. Hetta sæst aftur í innlánunum, ið eru hækkað við 3 prosentum samanborið við 4. ársfjórðing í 2024 og við 15 prosentum samanborið við 1. ársfjórðing í 2024.

Tað er eisini vorðið munandi lættari at byrja at spara saman, síðani bankin í desember lat upp fyri møguleikanum hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur í netbankanum. Kundarnir hava tikið væl ímóti hesum møguleika, tí nógvar hundrað kontur eru longu stovnaðar á henda hátt. Tað ber til at velja millum ymisk sløg av samansparingarkontum til ymisk endamál.

Roknskapurin í stuttum
Úrslitið fyri skatt gjørdist 75 mió. kr.
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 56 mió. kr.
Útlánini vóru 9,3 mia. kr.
Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.
Innlánini vóru 10,3 mia. kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

24 Leygardagur 03. mai 2025

Verkafólk: Arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið hava lagt saman

Á arbeiðaradegnum varð boðað frá, at eitt nýtt samstarv er gjørt fyri at bøta og betra um rættindi og at fáa betri sáttmála

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. mai er altjóða arbeiðaradagur, og hetta varð hátíðarhildið á ymsan hátt í fleiri støðum. Á hesum degnum komu Verkafólk við einari fráboðan. Og hvat er so "Verkafólk"?

- Tørvur er á eini sterkari verkafólkarødd, tí hava fakfeløgini valt at ganga saman í samstarv, sum hevur til endamáls at seta á skrá umstøður og rættindi hjá verkafólkum, at bøta og betra um rættindini og at fáa betri sáttmálar.

Soleiðis verður greitt frá í skrivinum, sum byrjar við at kunna um, at Arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið hava skipað seg í samtakinum Verkafólk.

Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, ið hava verið saman í Samtaki, og so Havnar Arbeiðskvinnufelag, umframt Havnar Arbeiðarafelag 

Samtak leggur seg harvið undir - ella leggur saman við Verkafólk. 

- Verkafólk avloysir hetta, og vit halda eisini, at tann sammleikin er nógv betri. Eg haldi eisini, at okkara limir kenna seg nógv betri aftur í hesum.

Hetta sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, i samrøðu við Kringvarpið. Hon staðfestir, at tíðin var tann rætta til at gera hetta starvið millum øll feløgini formligt. Man hevur samstarvað áður - millum annað til langa verkfalli í fjør.

- Verkafólk vísti veruliga sítt virði og hvat tey eru gjørd av, tá ið tey fyri einum árið síðani fóru í verkfall og fingu størstu lønarhækkan í nýggjari tíð. Tað samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á. Verkafólk umboða túsundtals verkafólk á sjógvi og landi.

heimasíðan sæst her




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

25 Leygardagur 03. mai 2025

Bjørt Samuelsen nýggj forkvinna í Útnorðurráðnum

Løgtingsforkvinnan tekur við eftir Erling Eidesgaard, sum ikki longur hevur fast sæti í løgtinginum. Jenis av Rana er nú næstformaður

Løgtingsforkvinnan úr Tjóðveldi er nú eisini forkvinna í Útnorðurráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í sambandi við umskipanina av føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum hevur nevndin valt nýggjan formansskap.

Tað skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum í sambandi við nýggja vali. Tað var neyðugt at gera tað, eftir at Erling Eidesgaard, sum annars hevur verið formaður hesa setuna, ikki longur hevur sæti á Løgtingi.

Tað var ein samd nevnd, sum valdi Bjørt Samuelsen til nýggja forkvinnu og Jenis av Rana til næstformann.

[object Object]
Mynd: logting.fo

Umframt Bjørt Samuelsen og Jenis av Rana eru umboðini í nevndini Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni.

- Í Útnorðurráðnum eru 18 umboð úr teimum trimum parlamentunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. septembur 1985.

Tað verður eisini í Grønlandi, at 40-ára hátíðarhald verður í ár. Hetta í sambandi við ársfundin í Ilulissat í august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

26 Leygardagur 03. mai 2025

Fía Selma Nielsen á ting á fyrsta sinni

39-ára gamla vágakvinnan avloysti Árna Skaale, sum var farin í stutt farloyvi

Fía Selma Nielsen undir orðaskiftinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin var eitt nýtt fólk at síggja í løgtingssalinum, umboðandi Fólkaflokkin, sum harvið fekk nakrar spennandi dagar í politisku skipanini við tað at stórmál vóru á skránni í hesi vikuni.

Fía Selma Nielsen, sum fekk 269 atkvøður til Løgtingsvalið í 2022, er annað varafólk fyri Fólkaflokkin.

Sandavágskvinnan avloysti nú Árna Skale fór í stutt farloyvi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

27 Leygardagur 03. mai 2025

Strandferðslan betrar avgreiðsluna av ferðafólkum í bólki

Á Krambatanga gekk tað leygarmorgunin ov seint við at fáa ítróttarfólk umborð á Smyril. Nú verða stig tikin til, at hetta ikki endurtekur seg

(Mynd: Finn Johannesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir at ferðafólk á ferjunum hjá Strandferðsluni í samband við nýggju prísskipanina nú keypa ferðaseðilin í bíleggingarskipanini, hava avbjóðingar verið við at avgreiða ferðafólk í bólki.

Á Krambatanga gekk tað farna leygarmorgun ov seint við at fáa ítróttarfólk umborð á Smyril, tí talgildi parturin í bíleggingarskipanini, ið skal handfara størri bólkar av ferðafólkum, enn manglar at virka, sum hann skal. Hesin parturin verður tó ætlandi klárur heilt skjótt.

Strandferðslan hevur eftirmett støðuna, ið tók seg upp leygarmorgunin og tikið stig til, at hetta ikki endurtekur seg. Avgreiðslan av bólkum av ítróttarfólkum og øðrum størri bólkum verður tí frameftir skipað soleiðis, at hesi koma skjótari umborð.

Síðani síðsta summar hava akfør á suðuroyarleiðini kunnað keypt ferðaseðil umvegis bíleggingarskipanina. Nú ið nýggja prísskipanin varð sett í verk fyri nøkrum vikum síðani, var tað við tí fortreyt, at eisini ferðafólk bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini.

- Samanumtikið eru bíleggingarskipanin og nýggja prísskipanin væl móttiknar. Stórar broytingar hava tó serliga í byrjanini við sær lýtir og barnasjúkur, og tað tekur tíð at venja seg við nýggjar mannagongdir, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2025

28 Leygardagur 03. mai 2025

Føroyskar sagnir á enskum fyri fyrstu ferð

Nú ber á fyrsta sinni til at keypa savn við føroyskum sagnum á enskum. Tað er fyritøkan Rami, ið eisini hevur framleitt ljóðspæl við føroyskum sagnum, sum hevur gjørt bókina

Jónas T. Stórá og Christian Nagata
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast ferðavinnan hevur staðið í støðugum vøkstri í nógv ár, hevur stundum haltað við at gjørt tilfar um føroyska mentan til ferðafólkini. Men nú hevur fyritøkan Rami givið bók út við 13 føroyskum sagnum á enskum.

- Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, og vit vóna, at ferðafólk og føroyingar taka væl ímóti bókini, sigur Jónas T. Stórá, sum hevur staðið fyri útgávuni saman við Regini Winther Poulsen.

Rami hevur í nøkur ár arbeitt saman við ymiskum kommunum í landinum at framleiða skelti við QR-kodum, ið leiða brúkaran inn á eina síðu, har til ber at lurta eftir ljóðspæli av føroyskum sagnum á bæði enskum og føroyskum. Á henda hátt hava øll - føroyingar og útlendingar - havt møguleika at notið føroyska siðaarvin á staðnum, har sagnirnar hava tilknýti.

Í løtuni arbeiðir Rami saman við Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Eysturkommunu, Sunda kommunu og fer í næstum undir samstarv við Fuglafjarðar kommunu. Tá skelti í ár verða sett upp, ber til at lurta eftir 36 sagnum og søgum kring landið á bæði føroyskum og enskum. Men ætlanin hevur alla tíðina verið eisini at geva bók út við føroyskum sagnum á enskum máli.

- Við bókini fær allur heimurin atgongd til okkara frálíka siðaarv, sigur Jónas. Hann greiðir eisini frá, at Rami við hesi bókini hevur valt at leggja dent á sagnir um gand, huldufólk og aðrar yvirnatúrligar verur í føroysku sagnunum. Um alt gongst sum ætlað, verður bók við sagnum, har kvinnur eru høvuðspersónar, givin út longu næsta ár.

- Eg haldi ikki, vit altíð geva okkum far um, hvussu rík vit eru á mentanarøkinum. Hesar sagnirnar eru dýrgripir hjá okkum øllum, og vit hava roynt at miðlað tær á tíðarhóskandi hátt. Henda bókin er liður í somu ætlan, greiðir Jónas frá.

- Vit arbeiða alla tíðina við at víðka um okkara virksemi, samstundis sum vit eru øgiliga takksom fyri móttøkuna, sum vit longu hava fingið, sigur hann.

Tað er listakvinnan og grafikarin Mirjam Jørgensen, ið hevur myndprýtt kápuna og sett bókina upp, meðan Sendistovan hevur staðið fyri prentingini. Bókin fæst til keyps í Gamla Bókahandli og verður eisini tøk í bókahandlunum kring landið í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

29
Leygardagur 03. mai 2025

Sjáldsamur springari skolaði upp á Leynasand

Hetta er fimtu ferð, at ein rípuspringari er skrásettur í Føroyum - vanliga er hann sunnan fyri føroyskt sjóøki

Talan var um ein kallhval, ið var 2,19 metrar langur og vigaði 89 kilo (Mynd: hav.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 26. apríl skolaði ein rípuspringari (Stenella coeruleoalba) upp á Leynasand.

Havstovan skrivar, at hann tyktist nýliga deyður. Hetta springaraslagið er ein sjáldsamur gestur, og er bert skrásett fýra ferðir áður í Føroyum.

Um serstaka springaran skrivar hav.fo soleiðis:

- Talan var um ein kallhval, ið var 2,19 metrar langur og vigaði 89 kilo. Hann hevði ikki nakran sjónligan skaða, hvørki inn- ella útvortis, men var nakað rak. Magin var tómur, og hann var ikki mettur at vera kynsbúgvin.

Rípuspringari kann gerast 58 ára gamal. Fullvaksin vigar hann um 150-160 kilo, har kvennhvalur verður upp til 240 sentimetrar og kallhvalur upp til 260 sentimetrar langur.

- Rípuspringari er at finna víða um í Atlantshavinum, tó vanliga sunnan fyri føroyskt sjóøki, uttan fyri hellingina, einamest har sjóvarhitin er millum 16 og 24 stig. Hann finnur sær føði bæði uppi í sjónum og niður á 700 metra dýpi. Føðin er smáur fiskur, høgguslokkur og eisini krabbadjór.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

30
Leygardagur 03. mai 2025

Breið semja um at betra umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS

Fiskimenn fáa nú arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar

(Savnsmynd: KJ)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti í gjár einmælt uppskot frá landsstýrinum um at geva fiskimonum rætt til arbeiðsloysisstuðul skjótari og í longri tíð, tá ið fiskiskipið verður lagt vegna umvælingar. 

Ítøkiliga merkir broytingin, at tá ið fiskiskip verður lagt vegna umvælingar, hava fiskimenninir rætt til arbeiðsloysisstuðul 15 dagar fyrr enn sambært galdandi lóg og rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli í 90 dagar.

Fiskimenn kunnu nú fáa arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar. Fyrr var tað aftan á 30 dagar.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið teir kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul longt úr 60 útgjaldsdøgum upp í 90 útgjaldsdagar.

Fiskimenn hava annars rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum. Tað vil siga, at um fiskimaður sigur seg úr starvi ella verður sagdur úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til arbeiðsloysisstuðul á jøvnum føti við aðrar persónar, sum verða arbeiðsleysir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

31 Leygardagur 03. mai 2025

Staðarnøvn er á Selatrað eru nú skrásett

Í fýra ár hava, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við at savna staðarnøvn. Seinni í summar verður túrur fyriskipaðir við teimum á Selatrað - staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo

Mynd: sjovar.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fýra ár hava teir trýggir, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við at skráseta staðarnøvn á almenna kortið hjá Sjóvar kommunu.

Andreas Weihe á Selatrað (1867-1946), var bæði bóndi, politikari og rithøvundur. Hann hevur í bókini "Tjóðminni" skrivað upp yvir 500 staðarnøvn á Selatrað.

Tað eru mest hesi nøvnini teir trýggir hava siti við og skrásett, tikið myndir og lagt søgur afturat. Eisini hava Kári, Max og Símun skrásett ymist nýggjari.

Teir vóru til ein kaffifund á kommunuskrivstovuni í vikuni fyri formliga at avhenda arbeiðið til kommununa. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, handaði teimum hvør sína gávukurv sum tøkk fyri stríðið.

- Vit fegnast stórliga yvir, at fólk sjálvboðin taka stig til at skráseta nøvn, søgur og sagnir í okkara kommunu, so hetta kann verða varðveitt.

Staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo.

Mynd: sjovar.fo

Kommunan fer seinni í summar at skipa fyri einum túri á Selatrað, har teir fara at greiða frá, skrivar sjovar.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

32 Leygardagur 03. mai 2025

Nýggjur leiðari á Føroyahúsinum

Andrias Olsen tekur við frá 1. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Andrias Olsen er frá 1. juni settur í starv sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Andrias er 31 ára gamal og er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Seinastu árini hevur hann búð í Keypmannahavn og hevur tikið útbúgving frá Københavns Universitet í tónleikavísindum.

Eftir lokna útbúgving, hevur Andrias arbeitt sum kaféleiðari og tónleikalærari í einum fólkaskúla, og so er hann eisini virkin tónleikari í Keypmannahavn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

33 Leygardagur 03. mai 2025

Stjørnugóður matur á Ræst

Altjóða Michelin-matstovur vilja sleppa at royna at gera mat í lítla køkinum í Nýggjustovu. Kann vera eitt tekin um, at møguleikin fyri stjørnu til Ræst er til staðar

(Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri føroyska matstovuvinnu er dagurin 16. juni, komandi, ein rættiliga spennandi dagur. Tí tað er dagurin, tá Michelin guide’in aftur fer at kasta sítt stjørnudust út yvir tær bestu matstovurnar í norðurlondum. Onkur fer at missa, og aðrar fara at fáa.

Vit eiga onga Michelin stjørnu-matstovu í Føroyum, eftir at Koks fyrst flutti til Grønlands, fyri síðan at steingja við framtíðini í tí óvissa.

Kokkurin á Koks er byrjaður fyri seg sjálvan, men neyvan fara Poul Andrias Ziska og hansara PAZ at vera millum tey útnevndu til komandi stjørnudeiling, til tess hevur PAZ ikki verið virkin nóg leingi. Sum skilst er góðska til minst eina stjørnu til nýggju matstovuna í Dr. Jacobsensgøtu, men tað kann ikki koma upp á tal fyrr enn um eitt ár í fyrsta lagið, um vit hava skilt skipanina rætt.

[object Object]

Ræst í háflokki

Men vit hava ein kandidat til eina – minst eina – Michelin stjørnu. Tí lítla matstovan í Nýggjustovu í Gongini heima í Havn, við navninum Ræst, hevur seinastu árini ment seg til at vera ein matstova í háflokki á nær við sama støði sum Koks.

Hetta tí Ræst ikki longur er ein matstova, sum einans borðreiðir við røstum og føroyskum. Ræst hevur ment seg til at gerast ein matstova í altjóða klassa, sum tekur útgangsstøði í tí mest spennandi føroyska matinum og matmentanini og lyftir tað upp á eitt annað støði – til ‘haute cuisine’ á altjóða støði. Ein matstova við stórum ætlanum um at gerast millum heimsins mest virdu.

Í dag er Ræst ein matstova har tú fært rákan av tí ræsta, men hesin er altíð speisaur við eitt sindur av fremmandum kryddi, og hetta syrgja høvuðskokkurin, Sebastian Jiménez úr Meksiko, og kona hansara, Fernanda Hernandez, fyri. Sum sagt, Ræst er ikki longur bara ræst, men altíð kryddað við onkrum eksotiskum, kanska onkrum eitt sindur prikandi sterkum, ella bara knasandi, afturat.

Áhugi frá útlendskum matstovum

Ræst er longu í tilnevning til at verða kosin besta matstova í norðurlondum. Um matummælarar frá Michelin hava verið á vitjan, vita tey ikki á Ræst. Men tey eru greið yvir, at matelskarar – ‘foodies’ og ‘gourmet’ar’ – fyri langari tíð síðani hava fingið alsk til serliga smakkin, sum er at fáa í hugnaligu smáu stovunum í Nýggjustovu.

Eisini aðrar matstovur – konkurrentar – ama seg uppi í Ræst eisini. Ræst fær tíðum fyrispurningar um samstarv, og hetta má vera – alt annað líka – boð um at hesar meta Ræst at vera í sama flokki.

[object Object]
Sebastian Jiménez, høvuðskokkur á Ræst

Í februar vitjaði ein av mest virdu matstovunum í Keypmannahavn, Kadeau við tveimum Michelin-stjønrum, í lítla køkinum, har tey borðreiddu við eini felags matskrá fyri føroyingum, sum vóru sinnaðir til at rinda væl yvir tvey túsund krónur fyri eina matuppliving av teimum heilt serligu.

Hetta vikuskifti var aftur ein viðurkend matstova á vitjan. Talan var um SanBrite í dolomittisku alpufjøllunum í landnyðringspartinum av Italia, úr býnum Cortina, nakað norðan fyri Venezia, tó nærri markinum til Eysturríkis.

Her hevur dugnaligi kokkurin, Riccardo Gaspari, á familjugarðinum skapt eina matstovu, sum í samljóð við náttúruna og tað, ið grør og trívist á garðinum, er so mikið virðismett, at Michelin guiden hevur givið SanBrite eina stjørnu fyri framúr góða matin umframt eina grøna Michelin-stjørnu (tað hevði Koks eisini við Leynarvatn) fyri burðardygd, tí tey leggja á garðinum og matstovuni stóran heiður í at gagnnýta alt, sum tey brúka.

Sansaligt upplivilsi

Eftir at hava vitjað og samstarvað við kokkarnar á Ræst í nakrar dagar, borðreiddu høvuðskokkarnir, Riccardo Gaspari og Sebastian Jiménez, leygarkvøldið eina serliga máltíð, har maturin var serveraður parvís – ein rætt frá hvørjari matstovu.

Hetta gjørdist eitt sansaligt upplivilsi, har Ræst kom við teirra specialiteti, sum eftirhondini er blivið fekst úr sjónum við eitt sindur av meksikanskum. Tó kundu vit eisini uppliva ein spennandi bita av nátabringu, innballaður í broyski kál við einari hálvsterkari meksikanskari mole-sós. Øðrvísi og spennandi.

Rættirnir, sum Jiménez borðreiddi við hetta kvøldið vóru alt rættir, sum eru “í menning” – altso rættir, sum enn ikki eru komnir á dagliga matarlepan á Ræst.

[object Object]
Riccardo Gaspari, høvuðskokkur og eigari av italsku Michelin matstovuni SanBrite

Gloypubitar úr fjallaskóginum

Italska íkastið vóru vælsmakkandi bitar úr skógarlendinum í Dolomittunum. Kjøt frá egnum neytum og av villini hjørtum, hvíttkál, blómkál, skógarsoppar, og so – sjálvandi – pasta, kókað í soði av eyrriðu og royktum smøri, forkunnugt.

Tað mest forkunnuga, sum italsku fólkini borðreiddu við, var tó tað mest einfalda – ein millumrættur, ið var gott ljóst breyð frá Breyðvirkinum, flísarnar snerktar á grillini uttanfyri, og so afturvið smør, sum italiufólkini høvdu framleitt úr egnari mjólk á dolomittiska garðinum. Smørið var pískað upp saman við eitt sindur av salti, og so komu tey inn á borði við einum dolomittiskum smørfjalli, og langaðu eitt petti á ein ljósan dolomittiskan stein, sum vit so kundu skava burturav.

Í øllum einfeldinum eitt satt smakligt upplivilsi, deils eisini tí, at her var ikki vín, men ein heilt serlig italsk øl at drekka afturvið. Bryggjað upp á champagnu-máta, Metodo Classico Riserva, Baladin árgang 2019. Ein paring, sum lokali sommelier’urin, Karin Visth, kom við, og sum italska Michelin-matstovan nú fer at kopiera, tí higartil hava tey ikki havt øl sum part av teirra skeinkingum.

Ein meira nágreinilig frágreiðing av forkunnugu matarskránni hetta kvøldið sæst at lesa á Birk!-blogginum: Køksgleði heima í Havn

[object Object]Karin Visth avmyndað, tá Roks fekk sítt Michelin merki í 2023 (Savnsmynd)

Eftirspurdar stjørnur

Sum sagt so er tað 16. juni, at Michelin aftur fer at deila út sínar stjørnur. Í løtuni hava tvær matstovur eitt Michelin-skelti hangandi á durastólpanum, nevniliga Ræst í Nýggjustovu og Roks í Fútastovu, báðar í Gongini heima í Havn.

Men ongin stjørna er á hesum skeltunum, sum geva boð um at talan er um matstovur, sum avgjørt eru verdar eina vitjan.

Men at fáa eina ella fleiri stjørnur eisini, er altíð tráðanin hjá øllum matstovum við stórætlanum.

Sum Karin Visth, matstovuleiðarin ið hevur royndirnar, sigur, so lata stjørnur serligar dyr upp, sum eitt nú ger tað lættari hjá teimum at fáa fatur á teimum allarbestu vínunum eisini, og at kunna skeinkja tað besta av tí besta í gløsini, er aðalmálini hjá tí altíð blíðu og vinarligu Karin Visth.

Michelin er frá byrjan ein franskur framleiðari av bildekkum, sum seinni fór at geva út eina árliga guide í sambandi við ferðing í bili í Evropa. Í hesum sambandi fór guide’in eisini at viðmæla matstovur, og soleiðis byrjaði alt við hesum hátt mettu Michelin-stjørnunum.

Tað, at talan er um eina guide fyri ferðandi, skal tí havast í huga, tá upplýst verður hvat stjørnumetingarnar umboða:

Ein stjørna * Ein góð matstova á høgum støði – verd at vitja, um tú kemur framvið

Tvær stjørnur ** Ein frálík matstova, sum er verd at koyra ein umveg fyri at uppliva

Tríggjar stjørnur *** Ein einastandandi matuppliving, ið er eitt ferðamál í sjálvum sær

Umframt tær tríggjar stjørnurnar, deilir Michelin eisini út eina grøna stjørnu, sum sagt, fyri burðardygd. Harumfram er ein viðurkenning merkt við knívi og gafli, sum umboðar ‘comfort and quality’ 1 til 5, og so ‘Bib Gourmand’ har Michelin-maðurin er ímyndin, sum verður latin matstovum, ið borðreiða við sera góðan mat fyri ein rímiligan kostnað (exeptionally good food at moderate prices). 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

34 Leygardagur 03. mai 2025

Kim Hansen og Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum

Stórsligin standikonsert verður í februar 2026. MC Restorff, Lena Anderssen og Jens Marni Hansen luttaka sum serligir gestir

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í februar 2026 verður stórsligin standikonsert í Norðurlandahúsinum. Við flygli, fremst á pallinum, situr okkara fantastiski Kim Hansen, og saman við bólki og Føroya Symfoniorkestur fer hann at framføra allar teir bestu sangirnar.

MC Restorff, Lena Anderssen og Jens Marni Hansen luttaka sum “special guests”.

Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminnið. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Henda verkætlanin byrjaði í 2024 og konsertirnar verða spældar 6. og 7. februar 2026.

Eitt tætt samstarv hevur verið millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu.

Vit kenna Kim sum sangara, klaverleikara og framleiðara á hægsta stigi. Øll árini hevur Kim spælt í ymsum bólkum, men hevur eisini samstarva við einstaklingar. Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vininum Kaj Johannesen. Kaj skrivaði tekstirnar og Kim gjørdi løg til. Ein tann kendasti sangurin er Meistarin, ið eisini stendur í føroysku sálmabókini.

Til hesa serligu konsertina fær Kim vitjan av Lenu Anderssen, Jens Marna Hansen, MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørna á føroyska tónleikapallinum. Ímyndið tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur, so verður tað ikki vakrari.

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Magnus hevur skrivað nógv fyri bigband, men hevur seinni árini lagt orku í at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, m.a. til Marius Ziska konsertirnar í 2023, og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini.

Atgongumerki kunnu nú keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

35 Leygardagur 03. mai 2025

Heiðurskonsert fyri M.C, Restorff – Meistarans hond

Ymiskir sangarar fara at tulka hansara sangir á konsert í Lívdini 26 oktober

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

M.C. Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.

Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum. Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.

Nú verður møguleiki at hoyra eitt úrval av hansara væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.

Konsertin verður í Livdini tann 26. oktobur klokkan 20. Atgongumerkiá www.praisehim.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

36 Leygardagur 03. mai 2025

Stór kórstevna í Vestmanna um vikuskiftið

Umframt stórt felagskór og gestakór úr Íslandi fara 17 kór úr øllum landinum á pall í ítróttarhøllini í Vestmanna frá klokkan 16 í dag

Tað er langt síðani, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini - í felagskórinum eru umleið 150 sangarar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kórstevnur hava verið hildnar kring landið síðani 1966. Kórstevna hevur fyrr verið í Vestmanna í 1986 og aftur í 1992. Tað er sostatt langt síðani, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini.

Tað eru Vestmanna sangkór og Kórsamband Føroya, sum skipa fyri stevnuni.

Ofta hevur verið leitað út um landoddarnar at finna kórleiðara at leiða stóra felagskórið. Nevndin í kórsambandinum avgjørdi, at tann rútmiski kórsangurin skuldi á breddan í ár og tí varð heitt á danska kórleiðaran Margrethu Debel Christensen um at koma til Føroyar at arbeiða við felagskórinum. Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.

Síðani 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping. Soleiðis verður eisini í ár. Kórini fáa í mesta lagi 7 minuttir í part at sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum. 1.,2, og 3. virðisløn verður latin.

Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.

Kórini framføra í hesari raðfylgju: Felagskórið, Vestmanna sangkór, Ljómur, Glymur, Stranda sangkór, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavnar manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Eystanljóð, Miðnámskórið á Kambsdali, Havnarkórið, Fuglafjarðar sangkór, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavnar kamarkór og Karlakór Vestmannaeyja.

Konsertin byrjar klokkan 16, og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

37 Leygardagur 03. mai 2025

Hans Andrias vann Sement

Á triðja plássi var Ronja, og Tunghoyrt fekk, umframt annað plássið, møguleikan at framføra á bæði G! og SPOT festivalinum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var Hans Andrias, sum gjørdist vinnari av Sement 2025.

Eftir trý umfør við framførslum frá 25 bólkum vóru átta bólkar slopnir víðari til stóru finaluna á Reinsarínum í Havn farna leygarkvøld.

Um Hans Andrias segði dómsnevndin, at hann var á altjóða støði og kundi spæla allastaðni í heiminum. Hann stóð seg ógvuliga væl á pallinum og hevur fantastiska rødd.

Umframt Hans Andrias luttóku bólkarnir Jarhzé, Ókendir, Bolstad, Karla Hansen, Óli, Ronja, og Tunghoyrt í finaluni.

Á triðja plássi endaði Ronja. Framførslan hjá bólkinum varð lýst sum "ein ferð inní eina pastelverð", og løgini hjá teimum liggja væl fyri at verða hitt, segði dómsnevndin.

Tunghoyrt gjørdust nummar tvey og umframt hetta var bólkurin eisini valdur at framføra á bæði G! og SPOT festivalinum.

Um Tunghoyrt segði dómsnevndin, at teir høvdu góðar møguleikar at gerast nakað risastórt, og teirra tónleikur, image og framførsla vóru púra gjøgnumførd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

38 Leygardagur 03. mai 2025

Føroyskur filmskapari boðin til India

Við luttøku á WAVES verður føroyskur filmur sjónligur á einum av heimsins fremstu pallum innan miðla- og undirhaldsídnaðin

Gudmund Helmsdal, t.v., á vitjan á indisku sendistovuni í Keypmannahavn undan fráferð, har hann m.a. hitti indiska sendiharran, H.E. Manish Prabhat
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni fór føroyski filmskaparin, Gudmund Helmsdal, til Mumbai í India at luttaka á fyrstu World Audio Visual & Entertainment Summit (WAVES), ein ráðstevna, ið er 1. til 4. mai  í glæsiliga Jio World Convention Centre, í Mumbai.

Tað er indiska stjórnin, sum skipar fyri hesum nýggja altjóða tiltaki fyri at styrkja samstørv og sambond innan altjóða miðla- og undirhaldsídnaðin.

Gudmund er boðin av indisku stjórnini, orsakað av sera góðu altjóða móttøkuni av stuttfilminum “Trøllabeiggi”, sum eisini hevur vunnið fleiri virðislønir á indiskum filmfestivalum. Ferðin er ein stak gott høvi at umboða føroyskan film og at knýta sambond við ein av heimsins størstu og mest spennandi filmsmarknaðum.

- India hevur ein stóran mentanararv og eina ríka filmsøgu, og er helst heimsins størsti filmmarknaður. At verða boðin at luttaka á WAVES er ikki bara ein heiður, men eisini eitt stig á leiðini at varpa ljós á og fáa føroyskar søgur út til eina altjóða hyggjaraskara, sigur Gudmund.

Hann vísir eisini á, hvussu slík sambond kunnu fáa breiðari ávirkan á Føroyar. Til dømis, tá Bollywood-stjørnan Shah Rukh Khan, spældi inn nakrar senur til filmin Dilwale í Íslandi, vaks talið av ferðafólki úr India, Miðeystri og Suðureysturasia til Íslands munandi. Kahn er kanska ikki so kendur á okkara leiðum, men hann er helst heimsins kendasti filmssjónleikari tá talan er um fólkatal sum veit um hann.

- Ímyndið tykkum, um ein stórur indiskur filmur gjørdi upptøkur í Føroyum við einum leikara sum honum – tað kundi havt eina ovurstóra ávirkan á ferðavinnuna og okkara altjóða profil.

Í Ráðgevandi nevnd í WAVES eru júst nøkur av størstu nøvnunum innan film, tónleik og tøkni – m.a. Shah Rukh Khan, Aamir Khan, Amitabh Bachchan, A.R. Rahman og Satya Nadella, forstjóri í Microsoft – so hetta ber boð um eitt tiltak við dygd.

Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, setur stevnuna. Skráin fevnir m.a. um networking, framløgur, kjakpanel, serligar framsýningar og verkstovur, við serligum denti á samstarv, nýskapan og mentanarbýti.

[object Object]
Glæsiliga Jio World Convention Centre í Mumbai


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

39 Leygardagur 03. mai 2025

Føroyingur úr Frederikshavn skal framføra á Summar Festivalinum

Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard býr og er uppvaksin í Danmark, men bæði foreldrini eru úr Klaksvík, og í august skal songkvinnan á fyrsta sinni framføra í Føroyum

Gunnva hevur verið á konservatorie, undirvísir í tónleiki og framførir hon eisini nógv
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Summar Festivalurin hevur í vikuni kunngjørt, at Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard verður við á Summar Festivalinum í august.

Hetta verður fyrstu ferð, at hon fer at spæla konsert í Føroyum. Gunnva hevur føroysk foreldur: Katrin og Johannis Lydersen. Johannis spældi við í kenda klaksvíksbólkinum Science Fiction.

Í februar var Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard við í sendingini hjá Norðlýsinum "Komið øll við", har hon tosaði um sína bakgrund og sína tónleikaleið - sjálvandi. Har róði verturin, Kristian Joensen, millum annað framundir, at hon burdi framført í Føroyum - mest upplagt á Summarfestivalinum.

Tónleikaútbúgving - gjørt vart við seg á Spotify

Gunnva er í stóran mun uppvaksin í Frederikshavn í Danmark, og hevur virkað nógv í tónleiki í Jútlandi.

Summarfestivalurin skrivar, at hon í nógv ár hevur verið virkin í bólkum og sum solistur við navninum Gunnva. Sonkvinnan hevur skrivað sangir bæði til sín sjálvs og onnur. Eisini hevur hon eina tónleikaútbúgving.

- Gunnva hevur útbúgving av tónleikakonservatorium, og hon starvast í gerandisdegnum við tónleiki – sum undirvísari og tónleikari. Gunnva arbeiðir nú við fyrstu soloútgávuni, sum væntandi kemur út í heyst. Hon er annars aktuell á fleiri útgávum í samstarvi við onnur.

Gunnva hevur eisini gjørt onkrar endurinnspælingar av kendum sangum, og eitt nú hevur innspælingin av sanginum "I Love Your Smile" yvir seks milliónir spælingar á Spotify. Hon syngur eisini onkrar væl umtóktar sangir hjá bólkinum Boilers.  Fyri stuttum hevur Gunnva givið egnan tónleik út.

Summar Festivalurin lýsir hennara stíl á hendan hátt:

- Tónleikurin hjá Gunnva ferðast millum folk og popp, og hon skrivar erliga um gerandisdagin, trúgv, iva og miss. Hon bjóðar við heitari rødd og inniligum tekstum áhoyrararnum at koma heilt nær at sær sjálvari og sínum tankum.

Á Summar Festivalinum fer Gunnva at framføra nýggjar og eldri sangir. Onkur av sangunum verður frumspældur á festivalinum. 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

40 Leygardagur 03. mai 2025

Onnur nøvn eru á veg

Konsertin við Bryan Adams var fyrsta konsertin við altjóða navni við Tjarnir. Fyriskiparin letur væl at, hóast betringar verða til næstu ferð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Hetta er fyrsta altjóða navnið við Tjarnir og vit hava nógv at læra.

Tað sigur Rúni Djurhuus, eigari av Eventz.fo sum skipaði fyri stóru stovukonsertini við Bryan Adams við Tjarnir í síðstu viku.

Hann avdúkar eisini, at onnur nøvn eru á veg, og at okkurt kemur seinni í ár. Uttan at vilja avdúka ov nógv, sigur hann, at tað verður eitt stórt navn. Tó ikki á sama hátt sum Bryan Adams.

[object Object]Lang bíðirøð við Tjarnir mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kravdi nógv
Rúni Djurhuus er royndur konsert- og festivalfyriskipari, men hetta var ein tann mest krevjandi konsertin, sigur hann.

Við sær hevði Bryan Adams eitt toymi uppá tólv fólk. Hann kom við privatflogfari, skuldi hava egnan kokk og so framvegis.

Til næstu ferð skal eitt nú ljóðið aftast í betrast, sigur Rúni Djurhuus sum tó letur væl at sum heild.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Hann er 65 ár og sang sum ein eingil. Og so er tað eisini fyrstu ferð, eg havi sæð ein tónleikara spælt í tveir tímar uttan at drekka vatn, greiðir Rúni Djurhuus skemtiliga frá.

Men har var einki at óttast.

Hási rokkarin byrjaði við einum braki við lagnum "Run to you" og so koyrdi royndi kanadiarin á frá klokkan 20 til 22 frammanfyri næstan 3000 áhoyrarum.

Lógvabrestirnir rungaðu í stóru snotiligu høllini, sum eitt nú er gjørd til, at slíkar heimsstjørnur kunnu koma hendan vegin.

Bryan Adams spældi øll síni hitt og eitt sindur afturat og í millum sangirnar fortaldi hann røvarasøgur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Móti endanum varð sangarin Bjarki Hansen tikin upp á pallin at syngja duett við lagnum "Straight From the Heart". Ein løta, sum man standa eftir hjá mongum.

Bryan Adams takkaði fyri seg hetta mikukvøldið í Hoyvíkshaganum. Hann hevur síðan spælt í Skotlandi, Norðurmakedonia, Serbia og Bulgaria.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

41 Leygardagur 03. mai 2025

Folk-punk, framtíðarrokk og hitabylgja á G!

Eitt ukrainskt og tvey íslendsk orkestur afturat komin á plakatina fyri G! festivalin

Hatari
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

G! festivalurin hevur kunngjørt trý nøvn afturat á plakini til komandi festival, ið øll kunnu rista tín innara grundvøll á hvør sín hátt. Talan er um ógloymandi folk-punk, elektro-rokk frá eini marrukendari framtíð og ein fløvandi hita til løtuna.

[object Object]

DakhaBrakha

Ofta verður tú spurdur, hvat mest G!-sliga navni er, sum verður á skránni í ár. Við hesum hugsa fólk flest helst um eina tónleikauppliving, ið veruliga kløkkar á ein góðan og ógloymandi hátt.

Um hettar verður tann bólkurin í ár mugu fólk sjálv meta um, men vit halda í øllum førum, at ukrainski bólkurin DakhaBrakha, sum vit hava roynt eftir í fleiri ár, er nakað heilt fyri seg.
Lat teg ikki lumpa av siðbundnum búnum og akustiskum ljóðførum, sum hesar tríggjar kvinnur og eini maðurin trína á pallin í og við, tí hettar verður alt annað enn ein vanlig fólkatónleikarakonsert. Orkan vit kunnu vænta okkum at síggja og hoyra er rokkkend og garrvill.

[object Object]

Bear The Ant

Davíð Antonsson, trummuleikari í Kaleo, spælir við einum bólki afturat í ár. Hettar er saman við Björn Óla Hardarson og Hjálmari Karl Guðnason og bólkur teirra eitur Bear The Ant. Ljóðið er sera heitt og deiligt, og liggur snøgt á javnvágini millum tunglyndi og vón – sum hin føroyska fólkasálin kanska kennir seg aftur í.

Hatari

Úr eini marrukendari framtíð lendi íslendski bólkurin Hatari fyri nøkrum árum síðani mitt á Eurovision pallinum, har teir í lakki og leðri framførdu "Hatrið mun sigra".

Bólkurin var til longu áðrenn hettar, og hevur gjøgnum árini eisini skift onkran av manningini út. Talan er tó enn um akkurát líka óðan elektroniskan rokktónleik, sum heilt sikkurt fer at sparka dintil tygara illa! Vit eru spent at hoyra og síggja Hatari, tá ið hann kemur at svinga pískin á G!

G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli í ár.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

42 Leygardagur 03. mai 2025

Svanna, Eydna og Katrin vunnu skrivikappingina

Nærum 70 monologar komu inn til skrivikappingina, sum varð fyriskipað í sambandi við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu varð aftur í ár skipað fyri skrivikapping, og undanfarna fríggjadag vórðu vinnararnir kunngjørdir.

Í ár skuldu skrivast monologar, og nærum 70 komu inn til kappingina.

Svanna Jákupsdóttir fekk fyrstu virðisløn fyri monologin "Stovnsrøkt", Eydna Skaale fekk aðru virðisløn fyri monologin "02-07", og Katrin Rannváardóttir Reistrup, sum hevði skrivað monologin "Spegl, spegl..." fekk serstaka virðisløn til ungt fólk.

– Tekstirnir vóru merktir av tí rúmsáttu allýsing, sum er fyri monologin, umboðandi bæði etikk og drama. Í summum førum er teksturin sum ein søga ella frásøgn við persónum og hendingum, í øðrum førum ein innanrøða um eitt eksistensielt evni ofta flættað saman við sálarsjúku ella tunglyndi, í uppaftur øðrum føri er talan um endurminningar lagdar í munnin á gomlum abba ella huldumanni, skrivar dómsnevndin m.a. um innkomnu tekstirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

43 Leygardagur 03. mai 2025

Stina Ekblad syngur og lesir yrkingar hjá Edith Södergran

Konsertir við Anna Kruse Trio verða í Norðurlandahúsinum og Løkshøll 15. og 16. mai

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í næstum fáa vit vitjan av kendu svensk-finsku sjónleikaranum Stina Ekblad, sum fer at framføra yrkingar hjá finska skaldinum Edith Södergran.

Stina Ekblad er partur av trioini Anna Kruse Trio, við manning úr Svøríki, Danmark og Finnlandi.

Yrkingarnar hjá Edith Södergran nema við okkum og kveikja nakað í okkum við sterku myndunum og viðkomandi evnunum. Hetta kvøldið verður hon heiðrað við tónleiki og orðum, tá Anna Kruse Trio og sjónleikarinnan Stina Ekblad í felag tulka yrkingar hjá Edith Södergran. Eisini luttekur føroyska Angelika Hansen á fiól. 

Edith Södergran (1892-1923) er ein av týdningarmiklastu røddunum í svensku modernismuni. Hennara yrkingar snúgva seg um sálarlongsul, kærleikans mátt og tráan eftir frælsi. Hóast hon doyði ung, og hennara samtíð var heldur avmarkandi, flutti hon bæði bókmentaligar og mentanarligar karmar, og skrivaði tekstir, sum framvegis eru eins viðkomandi og teir vóru tá.

Yrkingarnar hjá Edith Södergran eru í miðdeplinum í tónleikaheiminum hjá Annu Kruse, sum hevur sjey útgávur á baki. Tónleikurin er ein samanseting av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, sum saman geva yrkingunum hjá Södergran nakað eyka.

Stina Ekblad er ein av mest viðurkendu sjónleikarinnunum í Norðurlondum. Hon hevur heilt serlig evni bæði á palli og filmi at fáa dýpd og nærveru í tulkingina av truplum tekstum – eisini til yrkingarnar hjá Edith Södergran, sum hon hevur framført í fleiri ár.

Umframt  Annu Kruse (SE/FI) og Stinu Ekblad (FI/SE) á palli, eru Jeppe Holst (DK) á gittara og steelgittara og Nicholas Kingo (DK) á klaver.

[object Object]

Um Annu Kruse
Svenska sangarinnan og tónasmiðurin Anna Kruse hevur leingi búð í Keypmannahavn, og verið partur av tónleikapallinum har, síðani hon var skiftisnæmingur á Rútmiska Musikkonservatoriinum í 1998.

Útgávan ”Barndomsträd” varð tilnevnd DMA JAZZ sum besta vokalútgáva í 2021. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

44 Leygardagur 03. mai 2025

Høvuðspersónurin: Nýggj dansisýning hjá RIVA í Norðurlandahúsinum

"Høvuðspersónurin" er ein granskan av menniskjans samleika, sum menniskja og sum einstaklingur – talan er um eitt samstarv millum RIVA og altjóða dansarar, og fyrsta útgávan av verkinum kann upplivast 9. mai

(Mynd: Erla Ziskasen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er ymiskt hvussu vit eru til her í verðini, hvat vit halda eyðkennir okkum og hvørjir tankar mala í okkara hugaheimi. Onkur av okkum dáma at halda okkum í bakgrundini, meðan onnur eru frambrúsandi og hava ein sokallaðan ‘main character energy’.

Hóast okkara ymiskleikar hava vit tað til felags, at vit øll eru høvuðspersónurin í okkara egna lívi.

Verkið er ein granskan av menniskjans samleika, sum menniskja og sum einstaklingur, og teir ytru faktorar, ið spæla ein leiklut í menningini av okkara samleika. Hvørjir eru hesir og hvussu stóra ávirkan hava hesir ytru faktorar á okkum?

Fyrsta útgávan av verkinum “Høvuðspersónurin” hjá dansivirkinum RIVA kann upplivast í Norðurlandahúsinum fríggjadagin tann 9. mai kl 19:30.

Verkætlanin er eitt samstarv millum tey trý í RIVA, Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Búi Rouch og yrkisdansararnar Elias Bäckebjörk og Elias Kraft úr Svøríki, Torill Kolsrud úr Noregi og Johannes Blattner úr Týsklandi. Harafturat hava tey í skapanartilgongdini fingið íblástur og hjálp frá næmingum á dansi- og rørslubreytini á Nám X.

Verkætlanin hevur stórt virði fyri RIVA, av tí at tað er ein forkunnugur møguleiki at RIVA kann samstarva við fýra altjóða yrkisdansarar í Føroyum yvir eitt longri tíðarskeið. Listaliga tilgongdin gerst ein onnur og nýggir spennandi møguleikar spretta upp, tá sjey yrkisdansarar skulu samskapa eitt nýtt verk og framføra á palli. Verkið er enn í gerð og eftir hesa sýningina verður tað endurskoðað og víðariment til ein nýggjan pall í einum nýggjum landi.

Stuðlað verkætlanini hava Nordisk Kulturfond, Nordisk Kulturkontakt, Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways, Mentanargrunnur Landsins, Dansifrøi og Norðurlandahúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

45 Leygardagur 03. mai 2025

Fagna várinum og minnast pávan við tónleiki

14. mai verður konsert við klassiskum strúkitónleiki í Ólavskirkjuni í Kirkjubø

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 14. mai verður ein serlig kirkjukonsert í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø.

Talan verður um eina klassiska konsert eftir sama leisti, sum konsertirnar Bach í kertuljósi, sum hava verið hildnar í kirkjuni í nøkur ár nú undan jólum.

Til hesa konsertina í mai verður ljósið og várið fagnað, og hartil verður Frans pávi, sum andaðist 2. páskadag, eisini mintur.

Talan verður um eina konsert við løttum klassiskum tónum av kendum klassiskum tónaskøldum, framførd av strúkarum undir leiðslu av Jón Festirstein.

Konsertin verður mikukvøldið 14. mai kl. 19. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

46 Leygardagur 03. mai 2025

FO Tatt Fest fer av bakkastokki í mai

Tiltakið verður í Dansifrøði 16. til 18. mai

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um tvær vikur verða dyrnar aftur latnar upp til FO Tatt Fest.

Tiltakið verður enn einaferð í Dansifrøi, og toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at bjóða vælkomin til eitt vikuskifti við nógvari tatoveringalist, tónleiki og festligum upplivingum, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

22 tatovørar úr øllum heiminum og ein piercari eru spent upp á at prýða føroyskar kroppar við vøkrum listaverkum, og til ber at lesa meira um tatovørarnar og teirra stílar við at vitja heimasíðuna tattfest.fo ella við at fylgja FO Tatt Fest á sosialu miðlunum @fotattfest.

FO Tatt Fest 2025 byrjar fríggjadagin 16. mai, heldur fram leygardagin 17. mai og endar sunnudagin 18. mai klokkan 18. Vikuskiftispass geva eisini atgongd til konsertina í OY leygarkvøldið við bólkunum Bloody Dice og KATLA.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

47 Leygardagur 03. mai 2025

Fara undir at velja nýggjan páva 7. mai

Kardinalar úr øllum heiminum savnast at velja ein nýggjan páva – 136 kardinalar hava atkvøðurætt

Frans pávi andaðist 2. páskadag, 88 ára gamal (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í komandi viku verður farið undir tilgongdina at velja nýggjan páva.

Kardinalar úr øllum heiminum eru longu savnaðir í Vatikaninum í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva farna vikuskifti, og Vatikanið upplýsir sambært Reuters, at farið verður undir at velja nýggjan páva mikudagin 7. mai.

Kardinalsamkoman kann í fyrsta lagi byrja 14 dagar eftir, og í seinasta lagi 20 dagar eftir, at ein pávi er deyður. Frans pávi andaðist 2. páskadag, 21. apríl.

Katólska kirkjan hevur 252 kardinalar, men bert kardinalar undir 80 ár hava atkvøðurætt, og teir eru í løtuni 136 í tali.

Fyri at verða valdur til páva má ein kardinalur fáa í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðunum.

Seinast ein nýggjur pávi skuldi veljast í 2013 tók tað tveir dagar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

48 Leygardagur 03. mai 2025

- Orkuskiftið er byrjað men enn er langt á mál

- Tað hevur stóran týdning, at allir partar samstarva fyri at røkka málinum. Um orkuskiftið ikki skal missa megi, áttu landsmyndugleikarnir at hildið fram við stuðlandi átøkum, segði Harald S. Hammer, nevndarformaður á aðalfundinum hjá Sev mánadagin

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Úrslitið hjá Sev fyri 2024 var á sama støði sum undanfarna ár. Úrslitið eftir skatt í 2024 var 48,4 milliónir krónur, sum er á leið tað sama sum árið fyri, tá úrslitið var 50,2 milliónir, kom fram á aðalfundinum. 

Sølan av streymi setti met við 435,5 GWt, svarandi til eina hækking á 4,8 prosent í mun til árið fyri. Gongdin í streymnýtsluni hevur verið ein støðugur vøkstur, og í miðal seinastu fimm árini hevur árlig vøksturin verið 4,5 prosent, so talan er um ein stóran vøkstur, sum setur krøv til Sev at kunna veita alla hesa orkuna.

Tað eru serliga alivinnan og privatu húsarhaldini, sum standa fyri hækkingini. Elsølan í sambandi við grøna málaran, t.e. til hitapumpur og elbilaløðing, er økt munandi í mun til undanfarna ár.  Hinvegin er elsølan til pelagisku vinnuna minkað, tí minni nøgd av fiski er komin uppá land.

Framgongdin í søluni av kWt saman við príshækkanini fyri 2024 økir samlaðu inntøkurnar hjá felagnum, og er hetta neyðugt sæð í mun til øktan kostnað av rakstrinum og nýggjar íløgur.

- Vit hava í Føroyum ongantíð brúkt meira elorku og ongantíð framleitt meira burðardygga elorku, men kostnaðurin av elframleiðslu er eisini øktur, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.

[object Object]Nýggja nevndin í Sev fer nú undir at endurskoða grønu kósina hjá Sev 

Í nevndini í Sev sita: 

Heðin Mortensen, Suðurstreymoy (Annita á Fríðriksmørk, varalimur)
Tórbjørn Jacobsen, Eysturoy (Súni í Hjøllum varalimur)
Sylvia Thomsen, Norðoyggjar (Anfinn í Toft, varalimur)
Winnie Kjærbo, Sandoy (Rúni Winther varalimur)
Arni Teindal, Suðuroy (Marin Gaardlykke varalimur)
Haraldur S. Hammer, Norðurstreymoy (Lena Dam varalimur)
Hans Kári Hansen, Vágar (Jóanis Albert Nielsen varalimur)

Methøg grøn elframleiðsla

Burðardygga elframleiðslan setti met við 271GWt í mun til 229GWt í 2023. Væl meira av vindi kom inn á netið. Vindmyllurnar í Neshaga framleiða nú aftur eftir umfatandi umvælingar, og meiri vindorka fæst til høldar, nú skipanin við battaríum og synkronkompensatori er virkin í meginøkinum.

Gagnnýtslan av vindorku er farin úr 53 prosentum í 2022 upp í 68 prosent í 2024. Gagnnýtslan væntast at verða enn betri, tá fleiri battarískipanir verða settar upp í meginøkinum komandi árini. Harumframt kemur  gagnnýtslan at økjast í sambandi við, at farið verður undir at selja avlopsel seinri í 2025.

Útreiðslurnar øktar

Tó at burðardygga elframleiðslan hevði við sær eina lækking á 4.000 tons av olju, eru útreiðslurnar til olju ikki minkaðar tilsvarandi. Sev rindaði 215 milliónir krónur fyri olju í 2024 móti 217,2 milliónir krónur árið fyri.

Hetta tí at Sev er álagt at rinda hægri umhvørvisavgjald í 2024. Útreiðslurnar til umhvørvisgjaldið eru knappar 40 milliónir krónur, harav størsti parturin er hækkaða umhvørvisgjaldið, sum fekk gildi 1. januar 2024.

Kostnaðurin fyri keyp av elorku frá øðrum veitarum er eisini øktur. Hann var 63,1 milliónir krónur í 2024 samanborið við 41,1 milliónir krónur undanfarna ár. Hetta kemst av, at keypsprísurin fyri el frá vindmyllulundunum ávikavist í Flatnahaga og á Gellingarkletti er javnaður.

Aðrir kostnaðir eitt nú av tilfar- og tænastum og lønarkostnaðir eru somuleiðis øktir í mun til 2023, vegna økt virksemi, avskrivingar og javnan av lønarsáttmálum v.m. 

Íløgur fyri 343 mió.kr. móti 210 mió.kr. undanfarna ár

Aftur í 2024 gjørdi Sev stórar íløgur innan bæði framleiðslupartin og netpartin. Til dømis er talan er um íløgur hjá framleiðslupartinum fyri 137 milliónir krónur serliga á Sundsverkinum, verkinum í Botni, Mýruverkinum II, og Heygaverkinum. Verkið í Botni verður í hesum døgum dagført og var tikið úr rakstruin í apríl mánaði. Pumpuskipanin í Vestmanna er sett á pausu meðan nærri kanningar verða gjørdar.

Íløgur í netpartin eru 206 milliónir krónur, serliga til koplingarstøðir eru 63 milliónir krónur og til netið 107 milliónir. Fyrisitingin hevur gjørt íløgur fyri 36 milliónir, serliga til nýggju lonina á landavegnum, kt-útgerð og skipanir. 

Nevnd og stjórn nøgd við úrslitið

Vísitalið nettoskuldin (NIBD) í mun til úrslitið áðrenn avskrivningar og rentur (EBITDA) gjørdist 5,6 ferðir í mun til 5,8 ferðir í 2023. Eginpeningsparturin er 40,6 prosent og gjaldførið er gott.

Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið og fíggjarligu støðuna hjá felagnum. Nevndin væntar, at úrslitið fyri 2025 fer at liggja á sama støði sum í 2024. Eingin príshækking er ætlað í 2025.

- Orkuskiftið er byrjað, men enn er langt á mál. Tað hevur stóran týdning, at allir partar samstarva fyri at røkka málinum. Um orkuskiftið ikki skal missa megi, áttu landsmyndugleikarnir at hildið fram við stuðlandi átøkum, sigur Haraldur S. Hammer.

Nýggja nevndin fer nú undir at endurskoða grønu kósina hjá Sev.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

49 Leygardagur 03. mai 2025

Norðmenn ivasamir um vindorku

Nærum annarhvør norðmaður sigur nei til útbygging av vindmyllum í egnari kommunu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað vísir kanning InFact hevur gjørt fyri blaðið Nationen. Hetta skrivar Finansavisen. 

Ein samanbering av spyrjikanningum frá 2024 og 2025 vísir, at færri norðmenn eru jaligir, tá tað kemur til at seta upp vindmyllur í egnari kommunu. Í 2023 stuðlaðu ein av trimum útbygging, meðan talið í dag er minkað til ein av fýra norðmonnum. Samtíðis er mótstøðan økt úr 43 til umleið 45 prosent skrivar blaðið.

Tað eru serstakliga menn, sum ivast í, at vindmyllur er tað rætta. Tað veldst tó um, hvar tú er stæddur í Noregi, hvønn veg ivin finst.

Í Oslo økinum siga einans 35 prosent gott fyri vindmyllum, meðan 29 prosent eru ímóti. Í restini av Noregi er støðan ein onnur, tí bæði í Miðnoregi og Norðurnoregi eru 53 prosent ímóti vindorku, men einans 25 prosent stuðla slíkari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

50 Leygardagur 03. mai 2025

Kyndil rullar áskóðaraplássini aftanfyri annað málið fram

Lagt er upp til stóran hondbóltsdag á Hálsi í dag, tá mansliðini hjá Kyndli og H71 spæla avgerandi FM-finalu. Hoyvíkskvinnur kunnu eisini tryggjað sær føroyameistaraheitið

Hesi áskoðaraplássini í norðara enda av høllini gera, at umleið 500 eyka sitipláss vera. Hetta hevur stóran týdning fyri stóra hondbóltsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag er stórur hondbóltsdagur á Hálsi. Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitja Kyndil í einum avgerandi degi fyri FM-finalurøðirnar.

Hjá monnum er 2-2 í dystum, tá spælt verður upp í trý (best av fimm), so er tað við 100 prosent vissu, at føroyameistarin í Burn-deildini verður funnin í kvøld. Hesin dysturin byrjar klokkan 18.

Hjá kvinnum er talan um triðju FM-finaluna, og av tí at H71 hevur vunnið báðar tær fyrstu, so kunnu hoyvíkskvinnur vinna føroyameistaraheiti aftur frá Kyndli.

[object Object]

[object Object]Myndir frá finalunum í Hoyvík mikukvøldið. H71 vann báðar (Mynd: Sverri Egholm)

Roknast má við nógvum áskoðarum til 3. FM finaluna hjá kvinnum og 5. og avgerandi finaluna hjá monnum.

Hetta staðfestir Kyndil og boðar frá, at hallarumsitingin er, eftir umbøn frá Kyndli, farin í gongd við at fyrireika áskoðaraplássini í norðara enda av høllini, so umleið 500 eyka sitipláss vera.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

51 Leygardagur 03. mai 2025

Fimta og avgerandi finalan í kvøld

H71 var nærum eitt hamskift lið, í mun til sunnudagin. Eingin steðgaði Briani Slyne og eingin ivi á kvøldinum. Fimta og púra avgerandi finalan hjá monnum verður á Hálsi í kvøld

Eftir tveir sigrar á rað til Kyndil var H71 greitt omaná í fjórðu finaluni mikukvøldið. Harvið er 2-2 í dystum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kyndil kundi mikukvøldið tryggjað sær sítt fyrsta føroyameistaraheitið á manssíðuni síðani 2007. Men tað vóru teir í grønum tó ongantíð nær við at gera. Til tess var H71 ov sterkt á degnum, meðan Kyndil sjáldan fekk síni ting at koyra eftir vild í Hoyvíkshøllini.

Les umrøðuna av triðja finaludystinum her: H71 slapp ikki framvið grøna múrinum

Úrslitið 34-31 lýgur eisini nakað, tí tað var 34-25, tá seks minuttir restaðu í. Kyndil skoraði tey seinastu seks málini, tá alt var avgjørt, og hoyvíkingar spardu nógv. Annars var tað eingin í svørtum og reyðum, sum spardi seg nakað á degnum.

H71 legði fyri sum eitt óløgi og serliga Brian Slyne. Hann byrjaði illa á Hálsi sunnudagin, og sat síðani fyri tað mesta á bonkinum. Mikukvøldið skoraði Brian fimm av teimum fyrstu seks málini hjá H71 og sjey mál teir fyrstu 16 minuttirnar.

Talan var um eitt sterkt liðavrik hjá hoyvíkingum, eftir eina væl tilrættislagdari ætlan frá bonkinum. Men til tíðir vóru tað eisini veruliga einmansavrik frá Briani Slyne, sum spældi við øðiligari ferð, nógvum fysikki og fleiri flottum málum og fríspælingum.

[object Object]
Brian Slyne spældi eina framúr 4. finalu (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt skoraði Brian 13 mál, og var uttan iva dagsins maður. Síðumaður hansara Høgni Heinason, fekk eisini nógva ferð og veruliga dygd í, og Rókur Ziskason spældi ógvuliga væl á høgra bakki og í miðverjuni. Jákup Egholm skoraði, tá hann fekk møguleikan; var tað við brotskasti ella spískt av vonginum - Kyndil gav honum ikki nógv pláss. Í málinum høvdu ymisku málverjarnir, serliga Tóraldur Kollsker sínar løtur. 

Sum heild eydnaðist ætlanin hjá H71 við at fáa nógva ferð á og koma rundanum Kyndil, væl.  Verjan hjá Kyndli gav H71 nógv høvuðbrýggj í triðju finaluni, men nú var gongd á og heimaliðið fór veruliga frá í 1. hálvleiki. Tað snúði seg sanniliga eisini um hugburðin og útstrálingina.

Munurin var seks mál í steðginum. Síðani kom Tobias Thisen veruliga í gongd, og Kyndil hótti nakrar ferðir við at koma so mikið nær, at tað kundi verið spennandi. So varð tó ikki og H71 fer inn til heilt avgerandi dystin við stórum sjálvsáliti. Nú er man ein sigur frá at endurvinna FM-heitið.

Kyndil skal reisa seg aftur. Hjalti Mohr Jacobsen royndi nógv ymiskt í dystinum, men tað er 2-2 í dystum nú, og tað merkir, at leygarkvøldið verður lagnustund. Fimta og avgerandi FM-finalan verður spæld á Hálsi klokkan 18. 

Sí myndirnar frá dystinum mikukvøldið

4. FM-finalan hjá monnum
Hoyvíkshøllin, mikudagin 30. apríl
H71 - Kyndil 34-31 (19-13) 2-2 í dystum

Toppskjúttar: Brian Slyne (H71) 13 mál, Tobias Thisen (Kyndil) 12 mál

5. og avgerðandi FM-finalan hjá monnum:

Leygardagin 3. mai kl. 18: Kyndil - H71 í høllini á Hálsi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

52 Leygardagur 03. mai 2025

H71 hevur nú stóran fyrimun í finalurøðini

Eins og í fyrstu finaluni, vóru hoyvíkskvinnur bara betri enn favorittarnir úr Kyndli, sum als ikki fingu tingini at koyra nóg væl fyrrenn út á 2. hálvleik. H71 kann avgerða alt seinnapartin

Stórur fagnaður á teimum svørtkløddu í Hoyvík, eftir at Kyndil enn einaferð er koppað. Hoyvíkskvinnur vóru omaná størsta part av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 hevur veruliga gjørt bart higartil, meðan Kyndil als ikki hevur verið uppi á sínum vanliga støði.

Hetta kann staðfestast eftir tvær FM-finalur hjá kvinnum eru spældar, og alt meira bendir á, at hoyvíkskvinnur fara "at taka føroyameistaraheitið aftur frá Kyndli". H71 vann tað í 2022 og 2023, áðrenn Kyndil gjørdist einaráðandi. 

Tær grønu vóru ósigraðar í yvir eitt hálvt ár undan sunnudegnum. Kyndil hevur vunnið øll trý tey seinastu stóru steypini og fýra av teimum seinastu fimm (steypakappingar og FM 2023-2025), men nú stendur á gomlum nøglum.

Fyrsta FM-finalan hjá kvinnunum varð spæld farna vikuskifti sunnudagin í høllini á Halsi. Ta finaluna vann H71 óvæntað 29-24.

Les um fyrstu FM-finaluna her

Mikukvøldi hittust liðini aftur - hesaferð í Hoyvíkshøllini. Í fyrra hálvleiki hekk ógvuliga nógv á Báru Krossteig Hansen í álopinum, og spældi hon eisini heilt væl. Teknisk mistøk kostaðu tó nógv hjá Kyndli, har H71 aftur órógvaði ógvuliga væl við sínari 5-1 verju. Blaðunga Elida Joensen var fremst, og aftur var ætlanin og útinnanin, í mun til at tálma álopsspælinum hjá gestunum, góð.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen spælir, men nummar 33 er ikki komin so mikið fyri seg, at hon fær koyrt á sum vant - og nakað væl frá tí. Hjá H71 hevur tað hepnast heilt væl at havt Elidu Joensen, nummar 88, sum álopskendan verjuspælara í finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í verjuni fekk Kyndil tað ikki at koyra fyrrenn seinastu minuttirnar fyri steðgin, tá leiðslan hjá H71 eisini tódnaði nakað. Í 2. hálvleiki hevði Jovana Stanjanac í málinum so mikið nógvar bjargingar, at: 1) Kyndil helt seg inni í dystinum 2) at H71 varð nervað nakað.

Álopsspælið hjá heimaliðnum var annars ógvuliga flótandi fyri steðgin, har millum annað Elsa Egholm skoraði væl av høgra bakki, og har Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var í hopla í løtum. Hon gjørdist eisini toppskjútti við níggju málum.

[object Object]Anna Elisabeth Weyhe við einari atsókn - hon vísti seg veruliga væl fram í dag; millum annað í fintuspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tíðliga í 2. hálvleiki var H71 av álvara á veg avstað. Tað var 20-14 eftir nærum seks mál og fýra H71-mál á rað: Aftur hvasst spæl og góðar støður í øllum pørtum av spælinum - Alda av Skarði átti eisini nakrar bjaringar hesa løtuna, og unga Lea Brockie spældi væl á vinstra vongi.

Síðani kom Bjarta Johansen av álvara í gongd í bæði álopi og verju. Royndi strikuspælarin skoraði heili níggju mál seinastu 23 minuttirnar. Kyndil gagnnýtti, at H71 fór eitt sindur høgt í nøkrum støðum, og Bjarta gjørdi bart. Saman við tí at Inga Maria Roysdóttir spældi væl á vinstra bakki og omanfyrinevndu bjargingar hjá Jovanu, gjørdi hetta, at Kyndil kom nærri seinasta fjórðingin.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Men, sum ein góð mynd uppá dystin, brendi Kyndil, tá tær kundu javnað til 26-26, og H71 var í yvirtali. Síðani fann Maria Halsdóttir Weyhe væl Sáru Jacobsen á strikuni, og í næsta álopinum gjørdi Inga Maria Roysdóttir tekniskt mistak. Hetta avgjørdi tað ikki endaliga, men spenningur kom ikki í aftur.

Hjá Kyndli skulu tær aftur royna at finna nýggjar loysnir. Órógvið kring liðið hevur heilt víst gjørt sítt, og hóast Turið Arge Samuelsen spælir so at siga fulla tíð, og fær okkurt gott mál inn ímillum, so er tað eyðsæð, at hon er langt frá at vera 100 prosent. Nadja Pejovic spældi heldur ongan veruliga leiklut í hesum dystinum, og yvirskotið var als ikki har hjá teimum á útiliðnum.

H71 vann aftur uppiborið og kann tryggja sær FM-heitið við sigri á Hálsi í dag.

[object Object]

Sí fleiri myndir frá dystinum her

2. FM-finalan hjá kvinnum
Hoyvíkshøllin, mikudagin 30. apríl
H71 - Kyndil 29-26 (16-13)

Toppskjúttar: Bjarta Johansen 11 mál (Kyndil), Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 9 mál og Elsa Egholm 6 mál (H71)

Komandi dystur - 3. FM finalan:

Leygardagin 3. mai kl. 15: Kyndil - H71 í høllini á Hálsi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

53 Leygardagur 03. mai 2025

EM-endaspælið í Føroyum verður størsta uppgávan nakrantíð

Bæði ítróttarliga og praktiskt er talan um eina sera stóra avbjóðing, tá endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður 4. til 17. mai

– Vónandi fáa okkarar spælarar eina góða uppliving, og síggja hvussu langt tú kanst røkka, sigur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur eftirhondini merkt Fótbóltssamband Føroya í nøkur ár, at EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum í ár skal verða í Føroyum.

Praktiskt er talan eisini um eina so stóra uppgávu, at næstan øll umsitingin í FSF meir ella minni verður í undantaksstøðu í døgunum 4. til 17. mai.

Tá koma sjey av teimum bestu londunum í Evropa til Føroya at dystast um EM-steypið. Eitt EM-endaspæl er ein umfatandi kapping og UEFA leggur nógva orku í, at øll viðurskifti eru upp á pláss.

Upprunaliga skuldi kappingin verða í Føroyum í 2021, men orsaka av koronafarsóttini bleiv endaspælið útsett. Tað er tí ein nýggjur árgangur av føroyskum U17-gentum, sum sleppa at royna seg móti heimselituni.

– Hetta eru spælarar, sum vit um stutta tíð koma at síggja í teimum stóru feløgunum í Evropa, sigur Eyðvør Jakobsen, sum hevur fingið til uppgávu at stjórna U17-landsliðnum.

Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík, og liðini koma at venja á fleiri vøllum kring landið. Umhvørvið kring dystirnar kemur at líkjast tí, sum vit kenna aftur frá vanligum A-landsdystum hjá monnum, og tað kemur at merkjast í fleiri av føroysku kappingunum, sum mugu leggjast rundanum EM-endaspælið

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Eitt nú verða venjingarnar hjá besta mansliðnum hjá KÍ ávirkaðar, allir dystirnir í endaspælinum verða sjónvarpsframleiddir við stórari manning, og stór krøv vera sum heild sett til umstøðurnar.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingina, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólki eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Umframt Føroyar verða sjey lond við í kappingini, ið hava vunnið sær luttøku umvegis tvær undankappingar. Tey eru Spania, sum eru verandi evropameistarar, Niðurlond, Noreg, Poland, Eysturríki, Italia og Frakland.

Sí myndirnar tiknar undir venjing hjá føroyska U17-landsliðnum herfyri

Eina ferð í lívinum
Ítróttarliga verður hetta væntandi ein harður umgangur, men uttan iva eisini ein uppliving fyri lívið hjá spælarunum.

– Tað eru fáir føroyskir spælarar, sum sleppa at royna seg í einum EM-endaspælið. Eg vóni, at hetta verður ein góð uppliving fyri okkara gentur, og at tær síggja hvussu langt tær kunnu røkku við nógvari venjing og stórum dreymum, sigur Eyðvør.

Føroyar koma at møta liðum í heimselituni, har spælararnir eru væl trenaðir og væl skúlaðir. Í flestu førum er talan um spælarar, ið hava fótbóltin sum sína hægstu og kanska einastu raðfesting.

– Munurin er, at í Føroyum hava vit feløg, sum stríðast við at manna lið, meðan summar av hesum spæla við feløgum, sum hava fulltíðar setup kring síni gentulið. Tað sigur ikki alt, men tað fortelur eina søgu um, hvat vit eru uppi ímóti, sigur Eyðvør Jakobsen.

– Hetta er ein “once in a lifetime” møguleiki. Mín vón og mítt mál er, at vit gera alt tað vit kunnu og einki liggur eftir. Eg vóni eisini, at hetta kemur at vísa okkum, at vit kunnu seta krøv í gentufótbólti og at vit kunnu røkka longri, um vit leggja meira fyri í venjing, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.

Dystarskráin

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15: Eysturríki – Niðurlond (Klaksvík)
Kl. 18: Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15: Spania – Frakland (Klaksvík)
Kl. 18: Poland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15: Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18: Niðurlond – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15: Italia – Frakland (Tórshavn)
Kl. 18: Spania – Poland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15: Niðurlond – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15: Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15: Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15: Frakland – Poland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12: Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / play off til HM)
Kl. 15: Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18: Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18: Finalan (Tórshavn)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

54 Leygardagur 03. mai 2025

KÍ vann við tíggju málum á TB

Bæði Patrik Johannesen og Páll Klettskarð gjørdu hattrikk, tá TB varð fullkomiliga sett uppá pláss, og KÍ kom nærri NSÍ í málúrttøku

KÍ undirhelt fjepparum sínum á heimavølli hóskvøldið og buldrar víðari - størri trýst er lagt á NSÍ aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir sín áttanda dyst, tá hol varð sett á 8. umfar í Betri deildini við dysti millum KÍ og TB í Klaksvík hóskvøldið.

Tað var uppá ongan máta óvæntað undan dystinum, at teir í kongabláum fóru at vinna sær trý stig á heimavølli móti TB. Men at tað skuldi gerast tvísiffrað við Djúpumýru lá kanska ikki heilt í kortunum.

TB tapti gamaní 8-0 á Skála (1. deild) í steypakappingini, men hevur síðani vunnið á 07 Vestur og leygarkvøldið vóru uppflytararnir heilt nær við at fáa stig við í Gundadali móti HB.

KÍ hevði vunnið sínar seinastu tveir landskappingardystir 4-0, men tað vóru eisini størstu sigrarnir hjá liðnum higartil í ár.

Nú eitur tað 18-0 seinastu trý umførini, og KÍ hevur ikki latið mál inn í fimm landskappingardystum á rað.

Heimaliðið skoraði fimm ferðir fyri steðgin, og fimm ferðir í 2. hálvleiki eisini og harvið 10-0 við Djúpumýru.

Páll Andrasson Klettskarð og Patrik Johannesen eru í hopla og skoraðu tvey mál hvør - Patrik legði eisini upp tvær ferðir. Árni Frederiksberg skoraði tvær ferðir tann hálvleikin, sum hann spældi. Odmar Færø og Dávid Biskopstø Andreasen komu eisini á máltalvuna. Hetta var fyrsti dystur frá byrjan hjá Dávidi á besta liðið barndómsfelagsins.

Ein tungur túrur heim hjá TB. Hjá KÍ vóru málini kærkomin fyri at koma heilt nær NSÍ í málúrttøku. Runavíkingar hava skorað nógv mál og millum annað vunnið 11-0 á B68.

KÍ er nú trý stig frammanfyri tættasta kappingarneytan og í løtuni einsamalt oddalið. 

Betrideildin 8. umfar
Hósdagin 1. mai

KÍ - TB 10-0 (5-0)
10' 1-0 Árni Frederiksberg (Jóannes Kalsø Danielsen)
20' 2-0 Árni Frederiksberg (Dávid B. Andreasen)
24' 3-0 Dávid B. Andreasen
35' 4-0 Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg)
38' 5-0 Páll Klettskarð (Dávid B. Andreasen)
65' 6-0 Páll Klettskarð (Patrik Johannesen)
67' 7-0 Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen)
75' 8-0 Odmar Færø (Patrik Johannesen)
78' 9-0 Páll Klettskarð, brotsspark
83' 10-0 Patrik Johannesen (Robert Williams)

Komandi dystir

Leygardagin 3. mai kl. 16.30: B36 - EB/Streymur
Leygardagin 3. mai kl. 17: B68 - 07 Vestur
Leygardagin 3. mai kl.19.30: HB - NSÍ

Sunnudagin 4. mai kl. 14.30: FC Suðuroy - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2025

55 Leygardagur 03. mai 2025

Allir favorittarnir vunnu í 7. umfari

HB hevði tó stórar trupulleikar av TB á heimavølli - sigursmálið kom ikki fyrrenn í 94. minutti. NSÍ og KÍ buldra víðari

Patrik Johannesen skoraði tvær ferðir í Vági, har KÍ vann greitt. Eins og NSÍ, hevur liðið fult stigatal (Mynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

7. umfar í Betrideildini var á skránni farna leygardag, 26. apríl.

Eingin skelkur var, men TB var nær við at skapa ein. Uppflytararnir vóru á odda tvær ferðir í Gundadali - í báðum førum skoraði Samudeen Musah - men Jákup Thomsen skoraði eisini tvær ferðir, og í yvirtíðini bjargaði Ási Dam HB við einum góðum skoti eftir hornaspark. 3-2 og trý kærkomin hjá Sormani og teimum.

Víkingur vann annan dystin á rað - tann triðja í øllum kappingum. Poul Kallsberg skoraði eitt gott mál tíðliga í dystinum, og hetta gjørdist tað einasta á Svangaskarði.

B36 kom aftur á sigurskós í Sørvági, har Marius Kryger Lindh skoraði tvær ferðir, og øll fýra málini í dystinum komu fyri steðgin. B36 vann eisini 3-1 á Dungasandi í steypakappingini - 07 Vestur hevur framvegis ikki vunnið í 2025.

[object Object]
Brandur Hendriksson er glóðheitur og ógvuliga týdningarmikil fyri NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tvey lið hava framvegis fult stigatal, og tey vunnu stórsigrar á útivølli. Brandur Hendriksson Olsen var í hopla fyri NSÍ í Hólmanum, har hann gjørdi hattrikk: Ein fluktara við vinstra beininum, eitt frísparksmál og eitt úr næstan 40 metrum.

Páll Klettskarð og Patrik Johannesen skoraðu tvey mál hvør fyri KÍ í Vági, tað sær út til at tað er bert KÍ, ið kann steðga NSÍ og bert NSÍ, sum kann steðga KÍ.

7. umfar í Betrideildini
Leygardagin 26. apríl

FC Suðuroy - KÍ 0-4 (0-3)
18' 0-1 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)
26' 0-2 Patrik Johannesen (René Shaki Joensen)
40' 0-3 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg
90+4' 0-4 Patrik Johannesen

Sí myndirnar frá dystinum í Vági her

B68 - Víkingur 0-1 (0-1)
14' 0-1 Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson)

HB - TB 3-2 (1-2)
20' 0-1 Samudeen Musah, brotsspark
22' 1-1 Jákup Thomsen (Ári Jónsson)
37' 1-2 Samudeen Musah (Mohamed Samba)
53' 2-2 Jákup Thomsen (Ási Dam)
90+4' 3-2 Ási Dam (Bartal Páll Klein)

07 Vestur - B36 1-3 (1-3)
01' 0-1 Marius Kryger Lindh (Hannes Agnarsson)
10' 1-1 Brage Kvithyld (Jónas Prior)
14' 1-2 Filip Djordjevic (Pætur Petersen)
44' 1-3 Marius Kryger Lindh (Hannes Agnarsson)

EB/Streymur - NSÍ 0-5 (0-2)
14' 0-1 Brandur Hendriksson Olsen (Petur Knudsen)
26' 0-2 Brandur Hendriksson Olsen
54' 0-3 Hassou Diaby Ndiaye (Petur Knudsen)
66' 0-4 Brandur Hendriksson Olsen
86' 0-5 Jasper van der Heyden (Emil Joensen)

Stigatalvan eftir 7. umfar
1. NSÍ 21 stig 
2. KÍ 21 stig
3. HB 15 stig
4. B36 13 stig
5. Víkingur 8 stig
6. EB/Streymur 7 stig
7. FC Suðuroy 6 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

56 Leygardagur 03. mai 2025

NSÍ-kvinnur spola avstað

HB-kvinnur vunnu sunnudagin á KÍ og liggur á øðrum plássi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ hevur vunnið allar sínar dystir í bestu kvinnudeildini higartil, og farna vikuskiftið vunnu runavíkskvinnur heili 13-0 móti 07 Vestur.

Heilar seks ferðir var Heidi Sevdal á máltalvuni. Rúna Olsen, Dania Olsen, Evelin da Silva Mastropasqua, Sigrid Jacobsen skoraðu eitt mál í part, og Helga Mikkelsen skoraði tvey mál.

NSÍ hevur 21 stig og liggur á odda í deildini.

HB og KÍ hittust í Gundadali sunnudagin, og sigursvanda liðið úr Klaksvík fekk sítt at stríðast við. Stutt eftir steðgin legði Lý Gray Djurhuus heimaliðið á odda og løtu seinni økti Leona Kjærbæk Djurhuus til 2-0.

Tóra Mohr minkaði um munin í 81. minutti, men stutt fyri leiklok økti Lisa Haraldsen til 3-1. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat royndi KÍ at koma aftur í dystinum og tað eydnaðist eisini at minka um munin við máli frá Tóru Mohr, men fleiri mál komu ikki.

Við sigrinum leggur HB seg á annað pláss við 16 stigum. KÍ er á triðja plássi við 15 stigum.

B36 var á vitjan á Skála og vann 4-1.  Í steðginum var Skála annars á odda 1-0.

Víkingur vann trygt 6-0 móti FC Hoyvík.

Úrslit í 7. umfari

NSÍ - 07 Vestur 13-0 (7-0)
04' 1-0 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
14' 2-0 Rúna Olsen, brotsspark
16' 3-0 Heidi Sevdal (Rebekka Benbakoura)
23' 4-0 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
28' 5-0 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
32' 6-0 Dania Olsen (Rúna Olsen)
33' 7-0 Evelin da Silva Mastropasqua (Rebekka Benbakoura)
46' 8-0 Heidi Sevdal
55' 9-0 Helga Mikkelsen (Rebekka Benbakoura)
58' 10-0 Helga Mikkelsen (Heidi Sevdal)
70' 11-0 Heidi Sevdal (Sigrid Jacobsen)
79' 12-0 Sigrid Jacobsen (Heidi Sevdal)
83' 13-0 Heidi Sevdal (Lena Olsen)

HB - KÍ 3-2 (0-0)
47' 1-0 Lý Gray Djurhuus (Fridrikka Clementsen)
68' 2-0 Leona Kjærbæk Djurhuus (Halla Morgan Ejdesgaard)
81' 2-1 Tóra Mohr (Tórun Højgaard Joensen)
88' 3-1 Lisa Haraldsen (Lý Gray Djurhuus)
90+3' 3-2 Tóra Mohr (Eyðvør Klakstein)

Skála ÍF - B36 1-4 (1-0)
41' 1-0 Sólja Vinjardsdóttir Johansen (Arnfríð Jacobsen)
55' 1-1 Sigrið Hansdóttir 
65' 1-2 Sigrið Hansdóttir (Ester Ellingsgaard) 
81' 1-3 Gunnrið Poulsen (Ása Lea Næss)
83' 1-4 Sigrið Hansdóttir (Gunnrið Poulsen)

FC Hoyvík - Víkingur 0-6 (0-2)
07' 0-1 Rakul Sørensen (Eydna Olsen Dalheim)
45+1' 0-2 Jensa Tórsolvsdóttir (Kára Jarnskor)
46' 0-3 Eydna Olsen Daheim (Jensa Tórolvsdóttir)
50' 0-4 Rakul Sørensen (Jensa Tórolvsdóttir)
62' 0-5 Hanna Isaksen Højgaard (Jensa Tórolvsdóttir)
89' 0-6 Miriam Stauss (Jensa Tórolvsdóttir)

Støðan eftur 7 umfør

NSÍ 21 stig
HB 16 stig
KÍ 15 stig
Víkingur 13 stig
B36 9 stig
07 Vestur 6 stig
Skála ÍF 3 stig
FC Hoyvík 0 stig

Ein støðgur verður nú í Betri deildin fyri kvinnur. Kappingin verður uppafturtikin 13. mai

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

57 Leygardagur 03. mai 2025

Liverpool er enskur meistari fyri 20. ferð

Harvið eru arvafíggindarnir Liverpool og Manchester United púra javnir í samanlagda gullstríðnum. Fýra-ára røðin hjá City varð brotin við 5-1 sigri á Anfield sunnudagin - fýra umfør fyri tíð

Ovurstórur fagnaður á Liverpool-spælarum og áskoðarum hendan stóra dain við stóra sigrinum á Anfield - nú bíðar bara sjálvt steypið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var heilt gott lag undir sólini í Liverpool sunnukvøldið. Á einum stúgvandi fullum Anfield kom heimaliðið afturum í 12. minutti, tá fyrrverandi Liverpool-áleyparin, Dominic Solanke, skoraði. Men so gekk skjótt hinvegin, og heimaliðið vann heili 5-1. Eitt stig var nóg mikið, men enska meistaraheitið varð tryggjað á ógvuliga sannførandi hátt.

Tað vóru Luiz Diaz, Alexis MacAllister, Cody Gakpo og Mohammed Salah, ið skoraðu fyri Liverpool, og so var tað fimta sjálvmál.

Tað hevur sum heild verið eitt sterk liðavrik og eitt vælstoypt avrik í árinum, har Liverpool bert hevur tapt tveir av 34 dystum higartil í Premier League. Tað hevur tó serliga verið Salah, ið hevur skinið: Egyptin, sum fyri stuttum skrivaði nýggjan sáttmála við Liverpool, skoraði sítt mál nummar 28 í Premier League, og toppskjúttin í deildini hevur eisini lagt upp til heili 18 mál.

[object Object]
Mohammed Salah eftir enn eitt mál 

[object Object]Arne Slot og lið hansara hava veruliga víst støðufesti (Myndir: EPA)

Liverpool hevur vunnið nógvar dystir við einum máli við einum leikhátti hjá Arne Slot, sum er nakað øðrvísi enn tann hjá Jürgen Klopp. Man má siga, at tað er eydnast niðurlendska venjaranum at lyfta arvin fyrsta árið. Eingin hevur verið nær við sama støðufesti.

Teir reyð vunnu sjálva Premier League á fyrsta sinni í 2020. Síðani hevur bert Manchester City vunnið deildina.

Síðani ár 1900 hevur Liverpool vunnið fremstu ensku mansdeildina tjúgu ferðir. Tað er bert Manchester United, ið hevur vunnið so ofta, og nú eru arvafíggindarnir javnir samanlagt - United hevur ikki vunnið síðani 2013.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

58 Leygardagur 03. mai 2025

Kvinnurnar hjá Mjølni eru steypavinnarar

Flogbóltur: Spældu eina ógvuliga góða finalu á Sandi har FM-vinnarin Fleyr varð koppaður

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fleyr vann føroyameistaraheitið og stóð sum favorittur tá finalan í steypakappingini varð spæld leygardagin, men Mjølnir-kvinnurnar hava ment seg gjøgnum árið og gjørdu í dag bart.

Millum annað vann Mjølnir triðja sett við níggju stigum (bóltum), og Fleyr fekk ikki heilt sítt spæl at koyra.

Í fjórða setti var havnarliðið omaná eina góða løtu, men móti endanum var stór sannføring og nógvur stríðsvilji í tí, sum Mjølnir gjørdi, og so vann liðið í Klaksvík setti og steypið.

Mjølnir - Fleyr 3-1
25-20, 23-25, 25-16, 25-21

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sí allar myndirnar, sum Sverri Egholm tók frá kvinnufinaluni her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2025

59 Leygardagur 03. mai 2025

Mjølnir steypavinnari eftir fimmsettara ímóti Fleyr

Flogbóltur: Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini lættliga, men Fleyr var sum hamskift í triðja setti og vann eisini fjórða sett. Men í javnbrótaranum var Mjølnir kortini eirindaleyst og vann 15-6

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bónuskappingin – finala, menn: 
Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-17, 25-18, 15-25, 23-25, 15-6)

Í síni sjeyndu steypafinalu á rað vann Mjølnir við 3-2 sigri á Fleyr sína áttandu steypafinalu tilsamans og sína fimtu greipu síðan 2019. Men tað var ikki uttan svørðsslag, tí hóast Mjølnir uttan himpr vann tey bæði fyrstu settini, kom Fleyr afturíaftur og javnaði til 2-2.

Í javnbrótaranum var Mjølnir kortini eirindaleyst og vann 15-6.

Men lítið bendi tó á, at dysturin fór at gerast so spennandi, tá Mjølnir lættliga hevði vunnið fyrsta og annað sett ávikavist 25-17 og 25-18.

Men Fleyr var sum hamskift í triðja setti og legði seg á odda 7-1 og 12-4 og læt ongantíð Mjølnir fáa samband aftur, og so vann Fleyr 25-15.

Eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 5-0 í fjórða setti, helt onkur kanska, at triðja settið bara hevði verið tað typiska, sum tapandi liðið sleppur at vinna, men viðkomandi fór skeivur, tí Fleyr svaraði aftur og javnaði til 19-19 og vann settið 25-23.

Mjølnir fótaði sær tó aftur, og legði seg á odda 6-2 í javnbrótaranum, og skjótt sást, hvønn veg tað bar. Munurin vaks upp í 9-3 og 14-4, og við 10 dystarbóltum fór tað ikki at ganga galið hjá Mjølni, sum at enda vann 15-6.

Við sigrinum hevur Mjølnir nú vunnið steypakappingina átta ferðir, sum er ein færri enn tær níggju ferðirnar hjá ÍF, og ein fleiri enn tær sjey ferðirnar hjá SÍ. Einasta steypafinalan Fleyr hevur vunnið, var í 2017. SÍ b hevur eisini vunnið eina ferð. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sí allar myndirnar, sum Sverri Egholm tók frá finaluni her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2025

60 Leygardagur 03. mai 2025

Gullnál ÍSF’s handað Hans Peturi Hansen

80-ára gamla eldsálin í kappróðrarfelagi NSÍ hevur fingið stóran heiður fyri sítt ídni

Hans Petur Hansen saman við Elin H. Joensen (t.v) og Peturi Hansen. Petur er abbasonur Hans Petur (Mynd: rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit skulu minnast til at fjálga um okkara sjálvbodnu og heiðra teimum, ið hava heiður uppibornan. Mong eru tey sjálvbodnu runt um í ítróttarfeløgunum. Hvørja viku leggja fleiri teirra nógvar tímar og orku í felagsskapin. Summi hava í áratíggir verið við til at hildið felagnum uppi, fjálgað um ungdómin og verið ein gjøgnumgangandi stuðul ítróttinum at frama.

Soleiðis skrivar Róðrarssamband Føroya á heimasíðuni í sambandi við, at Hans Petur Hansen hevur fingið handað Gullnál ÍSF's.

Talan er um heiðursnál, sum verður latið teimum sum hava gjørt ein stórt íkast føroyskari ítrótt at frama.

Tað var kappróðrarfelagið NSÍ, sum innstillaði Hans Petur, sum í nærum 40 ár hevur verið ógvuliga virkin innan kappóðurin á eystara armi á Skálafjørðinum. Hann var millum annað við at byggja neystið og til at gera kappróðrardeildina hjá Nes Sóknar Ítróttafelag til eitt sjálvstøðugt felag.

Í innstillingini verður eisini víst á hansara stóra áhuga og ídni.

Hans Petur Hansen fekk Gullnál ÍSF’s sum viðurkenning fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama flaggdagin, 25. apríl. Tá var nógv fólk komið saman í neystinum hjá kappróðrarfelagnum NSÍ, á Glyvrum.

Nýggi Sølmundur varð flotaður, Eiler Lamhauge, fráfarandi formaðurin, fekk eina gávu frá felagnum og síðani var handan.

- Heitt var á formannin í Róðrarsambandi Føroya, Petur Hansen at lesa innstillingina og ÍSF forsetin Elin H. Joensen handaði Gullnál ÍSF’s til Hans Petur Hansen.

[object Object]Elin Heðinsdóttir Joensen handar serstøku gullnálina 

[object Object]
Petur Hansen, formaður í RSF, sum eisini hevur verið virkin í NSÍ. Hann er abbasonur Hans Petur (Myndir: Róðrarsamband Føroya)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

61 Leygardagur 03. mai 2025

Hesir svimjararnir eru úttiknir til stórar stevnur seinni í ár

Har í millum eru HM, EM fyri juniorarar og U23, norðurlandameistaraheiti fyri ung. Kappingarnar verða í summar

Ársins stjørnuskot í føroyskari ítrótt í fjør, Líggjas Joensen, skal til fleiri stórar kappingar (Mynd: svimjing.com)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin hevði Svimjisamband Føroya úttøku til seks ymiskar kappingar, sum vera í summar. Allar, uttan ein, eru uttanlands.

Har ímillum eru HM, EM fyri juniorarar og U23 og norðurlandameistaraheiti fyri ung.

32 føroyskir luttakarar vera til tær seks kappingarnar - summir svimjarar skulu til fleiri kappingar.

Starvsnevnd SSF's hevur samtykt at taka fylgjandi svimjarar út:

Sumarmeistaramót Íslands 2025

Í Hafnarfirði í Íslandi 27. til 30. juni:

Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
Oddvaldur Leivsson (2008, HS)
Fróði Hansen (2008, FS)
Ólavur W. Jákupsson (2008, HS)
Óli Mikkelsen (2008, HS)
Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Durita Mohr Askham (2008, Ægir)

NMU í Føroyum:

Í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. og 6. juli:

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
Jórun Winther (2011, SuSvim)
Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim)
Sirið Vesturtún (2011, FS)
Lea Petersen (2009, Ægir)
Lilja L. Harrysdóttir (2009, HS)
Jóhannis í Stórustovu (2011, HS)
Tórir Olsen (2011, Ægir)
Emma Debes (2010, SuSvim)
Talita Johannessen (2010, SuSvim)
Theodor Salter (2011, HS)
Halla Háfoss (2009, HS)
Mariella Henriksen (2010, HS)

Í Singapore hin 27. juli til 3. august:

Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
Lea O. Højsted (2008, Ægir)

Í Samorin í Slovakia hin 1. til 6. juli 2025:

Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Lea O. Højsted (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)

U23 EM

Í Samorin í Slovakia hin 26. til 28. juni 2025:

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
Isak Brisenfeldt (2006, HS)
Heini Mohr Askham (2006, Ægir)

EM í Open Water

Í Stari Grad í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025:

Jonna Joensen (2005, Ægir)
Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Bárður Ólavsson (2008, Ægir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2025

62 Leygardagur 03. mai 2025

Badminton: Tvíburar endurvunnu FM í double

Mia Thorkildshøj vann tvey gullheiðursmerki í tvímansleiki. Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu í einmansleiki

Sanna og Mia Thorkikdshøj vunnu spennandi dyst móti Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen - Mia vann eisini í blandaðum tvímansleiki (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíðliga leygardagin vóru tær fyrstu finalurnar í Kontrast FM spældar, har føroyameistararnir í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt blandaðum tvímansleiki eru funnin.

Tvíburar endurvunnu gullið
Sanna og Mia Thorkildshøj, Havnar Badmintonfelag, vunnu finaluna við spennandi og drúgvan tveysettara ímóti Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, Klaksvíkar Badmintonfelag. Settini endaðu 21-17, 25-23.

Tvímansleikur, kvinnur:
1. Sanna og Mia Thorkildshøj, HBF
2. Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
3. Julianna í Heiðunum & Miriam í Grótinum, HBF, og Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

[object Object]

16 ára gamal føroyameistari hjá monnum 
Í finaluni í tvímansleiki hjá monnum vann 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen saman við Fai Yin Wong ein sera spennandi trýsettara ímóti Jónas Djurhuus, Havnar Badmintonfelag, og Árant á Mýrini, Miðvágs Badmintonfelag. Settini endaðu 21-17, 21-23 og 21-14.

Tvímansleikur, menn:
1. Tóki Yngvason Guttesen og Fai Yin Wong, HBF
2. Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF
3. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen & Asbjørn Heide Olsen, HBF, og Christian Berg Petersen og Leiki Dal-Christiansen, HBF

[object Object]

Mia og Rúni sigraðu eftir trýsettara 
Tað gjørdist ein sera undirhaldandi og spennandi trýsettari, tá føroyameistarin í mix bleiv funnin. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, Havnar Badmintonfelag, vunnu á Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF, við settunum 15-21, 21-13 og 25-23.

Blandaður tvímansleikur:
1. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, HBF
2. Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF
3. Lena Maria Joensen, KBF, & Jónas Djurhuus, HBF, og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, & Árant á Mýrini,

[object Object]

Sí eisini myndirnar sum Jens Kr. Vang tók  Kontrast FM 

Miriam í Grótinum og Rúni Øster

Seinnapartin vórðu finalurnar í einmansleiki í badminton leiktar. Føroyameistararnir frá í fjør Miriam í Grótinum og Rúni Øster skuldu verja síni heiti ímóti ávíkavist Sannu Thorkildshøj og Christian Berg Petersen, og tað megnaðu tey eisini.

Finalan hjá kvinnunum gjørdist sera spennandi, har Sanna gav Miriam eina sterka mótstøðu, soleiðis at leikast mátti trý sett.

Í triðja settinum var Sanna enntá frammanfyri tað mesta av settinum, men til síðst dró Miriam longsta stráið, og vann 22-20. Fyrsta settið vann Miriam 21-14, meðan Sanna vann næsta settið 21-17.

Hjá monnum gav 18 ára gamli Christian Berg Petersen verandi føroyameistaranum góða mótstøðu í fyrsta setti, sum Rúni tó vann 21-17. Seinna settið vann Rúni rímiliga trygt 21-12.

Hetta er fjórða árið á rað, at Miriam í Grótinum er føroyameistari í einmansleiki hjá kvinnum, og annað árið á rað, at Rúni Øster er føroyameistari hjá monnum, skrivar Badmintonsamband Føroya.

[object Object]

Einmansleikur, kvinnur
1. Miriam í Grótinum, HBF
2. Sanna Thorkildshøj, HBF
3. Mia Thorkildshøj, HBF, og Lena Maria Joensen, KBF

[object Object]

Einmansleikur, menn
1. Rúni Øster, HBF
2. Christian Berg Petersen, HBF
3. Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2025

63 Leygardagur 03. mai 2025

Tey bestu í badminton heiðrað

Boas á Reynatrøð og Sarita Kvilt vórðu vald sum stjørnuskotini, meðan Miriam í Grótinum og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen vóru ársins spælarar hjá teimum vaksnu

Frá vinstru Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, Miriam í Grótinum, Fai Yin Wong, Boas á Reynatrøð og Sarita Kvilt (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir stóra FM-dagin, sum badminton sum vant hevði saman við borðtennis og judo, var gallaveitsla fyri badmintonspælarum, venjarum og øðrum.

Badmintonssamband Føroya skrivar, at sum siðvenja er brúkti BSF høvi til gallaveitsluna at heiðra ársins leikarar. Tað var landsliðsvenjarin, sum tóð fyri at kjósa. Fai Yin Wong valdi at heiðra fylgjandi leikarar:

- Ungt stjørnuskot, genta: Sarita Kvilt
- Ungt stjørnuskot, drongur: Boas á Reynatrøð
- Ársins spælara hjá kvinnum: Miriam í Grótinum
- Ársins spælar hjá monnum: Hákun Thorkildshøj Sigvardsen

- Hesir leikarar hava sýnt serligt ídni og framburð í 2024 og eru fyrimyndir fyri aðrar badmintonleikar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

64 Leygardagur 03. mai 2025

Føroyameistarar í borðtennis funnir

Albert Weihe Wolfsberg bleiv føroyameistari í einmansleiki hjá monnum, meðan Britt Michelsen bleiv føroyameistari hjá kvinnum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Í kvinnufinaluni í borðtennis var talan um endurtøku av finaluni farnu tvey árini, nevniliga ímillum Britt Michelsen og Anju Wongwai, sum eru uppvaksnar í Tvøroyrar Borðtennisfelag, men nú undir lesnaði í Keypmannahavn umboða Amager BTK.

Fyrrárið gjørdist Britt føroyameistari, og í fjør var tað Anja, og tað myndar væl hvussu javnar tær báðar eru. Tí var ómøguligt at siga hvør favorittur at vinna í ár, og finalan bleiv eisini júst so jøvn og spennandi sum væntað.

Britt legði seg á odda 2-0, men Anja svaraði væl aftur og javnaði til bæði 2-2 og 3-3, áðrenn Britt stóð seg best í avgerandi settinum og við 11-8 tryggjaði sær ein 4-3-finalusigur og harvið vann sær FM-ferðasteypið aftur frá barndómsvinkonuni Anju.

Í mansfinaluni var tað ein nýggjur avbjóðari, nevniliga 20 ára gamli Ári Fríðason Jensen úr Tór, sum í síni fyrstu FM-finalu skuldi royna at knógva trífalda hálvføroyska føroyameistaranum, Albert Weihe Wolfsberg úr danska felagnum Hillerød GI.

Ári, sum er lítlibeiggi fleirfaldu føroyameistararnar, Fróða Fríðason Jensen og Duritu Fríðadóttir Jensen, spældi sítt eyðkenda lívliga spæl, og gav stundum Alberti ein dyst, men síðstnevndi vísti hví hann ikki hevur tapt ein dyst í FM nú í fýra ár.

Albert Weihe Wolfsberg vann ein sannførandi 4-0-finalusigur, og hann kann nú fjórða árið á rað kalla seg føroyameistara.

FM 2025 – úrslit

Menn, einmansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Fróði Fríðason Jensen (Tór)

[object Object]

Kvinnur, einmansleikur
1. Britt Michelsen (Amager BTK)
2. Anja Wongwai (Amager BTK)
3. Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF)

[object Object]

Menn, tvímansleikur
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór) / Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Knútur Jóannesarson (Tór) / Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
3. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF)

[object Object]

Kvinnur, tvímansleikur
1. Anja Wongwai (Amager BTK) / Britt Michelsen (Amager BTK)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF) / Majken Hammer (TBF)

[object Object]

Blandaður tvímansleikur
1. Britt Michelsen (Amager BTK) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Anja Wongwai (Amager BTK) / Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF) / Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
3. Hadassa S. Christiansen (Tór) / Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

[object Object]

Sí myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók frá Kontrast FM á Hálsi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

65 Leygardagur 03. mai 2025

Góð fimleikaúrslit i Kanada

Um vikuskiftið hava tvey føroysk fimleikalið verið og roynt seg í estetiskari fimleikakapping í Toronto í Kanada

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Lyra úr Ljósinum var við í World Cup II kappingini hjá kvinnum, har tær skuldu royna seg móti 16 liðum úr níggju londum.

Innleiðandi umfarið gekk sera væl, og Lyra setti føroyskt met í altjóða kapping við 24,05 stigum. Tað rakk til eitt fimta pláss í finaluni dagin eftir, og málið var tí at vita, um til bar at taka metið enn einaferð. 

Framman fyri Lyra vóru tvey finsk og tvey estisk lið, sum eru tey allar ovastu í estetiskum fimleiki, og tí var stuttligt at síggja í finaluni, at Lyra megnaði 24,4 stig, bert 0,4 stig eftir tað eina estiska liðið hendan dagin.

At halda øll onnur lond aftan fyri seg, og bert hava toppin frammanfyri sær, eru tær væl nøgdar við.

Tær varðveittu fimta plássið sum tær eisini fingu til World Cup I í Estlandi fyrr í ár.

[object Object]Rósan

Rósan úr Støkk royndi seg í stuttari seriu í B-kappingini CAGG IT, har tær kappaðust móti einum italskum og einum kanadiskum liði. Sera spennandi var eftir innleiðandi umfarið, tí Rósan lá 0,1 stig aftan fyri italska liðið, sum lá nummar eitt.

Í finaluni fekk Rósan 0,1 meira, og tær vóru eisini nøgdari við seinnu framførsluna, og endaðu við 32,8 stigum. Hetta var tíverri ikki nóg mikið á degnum, tí italska liðið fekk eisini meira fyri sína framførslu. Rósan fekk tí eitt væl uppiborið annaðplass og silvurheiðursmerki. 

Stutt seria er nýtt í estetiskum fimleiki í Føroyum, og vit kunnu við stoltleika siga, at eisini her hava vit dugnaligar fimleikarar, sum standa seg væl.

[object Object]
Lyra 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2025

66 Leygardagur 03. mai 2025

Súkkling og triathlon: Sjey úttikin til Oyggjaleikir

Føroyar kappast við trimum í "vanligari" súkkling, tveimum í fjallasúkkling og tveimum í triathlon. Arbeitt verður eisini miðvíst fram ímóti at hava enn sterkari føroyska umboðan í 2027

Torkil Veyhe er landsliðsleiðari og samskipari, og greið mál eru sett
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsliðini í súkkling, triathlon og fjallasúkkling eru nú úttikin til Oyggjaleikirnar í Orknoyggjum í summar.

Triathlon:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson

Fjallasúkkling:
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen

Súkkling:
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen

Hjálparfólk:
Torkil Veyhe – landsliðsleiðari
Gunnar Dahl-Olsen – mekanikari
Kenneth Ellefsen – soigneur

Umframt at føroysku súkklararnir og trííðkararnir næstu tíðina fara at fyrireika seg væl, eru tað longu onnur ting í sjóneykuni: Oyggjaleikir á heimabeiti.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skrivar, at tað samstundis verður arbeitt miðvíst fram ímóti oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, har ætlanin er at tryggja eina enn sterkari føroyska umboðan.

- Arbeiðið við landsliðunum verður framt við greiðari strategi og málum, sum m.a. fevna um luttøku í altjóða kappingum, persónliga menning og ein greiðan leist fyri útveljing. Krøvini eru býtt í A-, B- og C-stig, sum tryggja eina javnvág millum úrslit og menning.

Torkil Veyhe hevur sjálvur fingið fleiri stór úrslit. Torkil er nú landsliðssamskipari, og sigur:

- Vit hava sett okkum greið mál fyri bæði 2025 og 2027. Hetta er eitt langtíðar arbeiði, har vit vilja byggja upp eina sterka kervi við venjing, luttøku í kappingum og altjóða samstarvi.”

Við hesum stevnum ber ikki bara til at tryggja eina góða luttøku til næstu Oyggjaleikir, men eisini at leggja lunnar undir eina framúr framtíð innan súkkling, triathlon og MTB í Føroyum.

Oyggjaleikirnir í Orknoyum vera í døgunum 12. til 18. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2025

67 Leygardagur 03. mai 2025

Hvítravnur BJJ ger føroyska søgu á Danish Open

Føroyska jiu-jitsu felagið Hvítravnur kom heim við ikki færri enn fimm gull-, fimm silvur- og tveimum bronsuheiðursmerkjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska jiu-jitsu felagið, Hvítravnur BJJ, hevur skrivað eitt nýtt og søguligt kapittul við teirra luttøku í eini av størstu kappingunum í Skandinavia – Danish Open. Hetta er eitt stórt stig framá fyri ítróttagreinina í Føroyum og vísir, at føroyskir íðkarar megna at kappast uttanfyri landoddarnar.

Framgongd og visjónir í Hvítravni BJJ
Hvítravnur BJJ, stovnað í 2024, hevur frá byrjan sett sær fyri at breiða út kunnleika um brasilskt jiu-jitsu í Føroyum og skapa góðar karmar fyri bæði nýbyrjarar og royndar íðkarar. Við venjingum, sum fevna frá grundvenjing til sjálvverjuskeið, hevur felagið víst eina ótrúliga menning.

Formaðurin, Martin Golightly, greiddi frá, at felagið byrjaði við einans seks limum, men við miðvísum arbeiði og øktum áhuga fyri ítróttagreinini telur felagið í dag yvir 50 limir. Eitt av høvuðsmálunum hjá felagnum var at skapa eitt kappingarlið, ið kundi kappast uttanlands, og farna vikuskiftið gjørdist hetta veruleiki.

Føroyar á altjóða kortið
Hvítravnur BJJ luttók í Danish Open, sum er størsta kapping av sínum slag í Skandinavia, har umleið 1.000 íðkarar úr 48 feløgum kappaðust. Kappingin, ið var hildin í Hillerød, er skipað í tveir bólkar – GI og No-GI – har íðkarar dystast sambært teirra beltabygnaði og aldri.

Hóast hetta var fyrsta altjóða royndin hjá Hvítravni, vístu íðkararnir Levi Jakobsen, Svein Patursson, Pætur Weihe Simonsen og Vanessa Magana eitt ótrúligt tekniskt støði. Tey skaptu ans millum fyriskiparar og áhoyrarar, sum vórðu tiknir á bóli av úrslitunum hjá føroyska liðnum móti meira royndum feløgum.

Ein søgulig medaljuveitsla
Hvítravnur kom heim við ikki færri enn fimm gull-, fimm silvur- og tveimum bronsuheiðursmerkjum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur BJJ-íðkari vinnur gull í eini altjóða kapping, og hetta avrikið staðfestir teirra evnir at hevja føroyska jiu-jitsu upp á hægsta stig.

Somuleiðis vann felagið eitt silvursteyp sum næstbesta ítróttafelag í bólkinum No-GI. Hetta er ikki bara eitt stórt persónligt avrik hjá felagnum, men eisini ein nýggjur søguligur heiður fyri føroyska ítrótt. Ongantíð fyrr hevur eitt føroyskt ítróttafelag fingið slíkan altjóða heiður í brasilskum jiu-jitsu, og hetta setur eitt týðandi spor í føroysku ítróttasøguni.

Martin Golightly, ið eisini er venjari, var rørdur av avrikinum:

– Hetta var okkara fyrsta altjóða kapping, og eg hevði ikki droymt um, at vit fóru at fáa so góð úrslit. Eg eri ómetaliga stoltur av okkara íðkarum og teirra innsats.

Hann leggur aftrat, at felagið nú fer at arbeiða við at fáa fígging til næstu altjóða kapping.

– Vit vilja tryggja, at fíggjarliga støðan hjá íðkarunum ikki avmarkar teirra møguleikar. Við góðum stuðli, kunnu vit geva fleiri møguleikan at luttaka uttanlands, sigur Martin.

Við hesum søguliga avriki hevur Hvítravnur BJJ víst, at Føroyar eru ein partur av altjóða brasilianska jiu-jitsu-pallinum, og framtíðin sær bjart út fyri felagið og ítróttagreinina í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

68 Leygardagur 03. mai 2025

Talvslóðarar heiðraðir

Havnar Telvingarfelag, sum farna vikuskiftið skipaði fyri árliga steypakappingardegnum millum føroysk talvfeløg í Skúlaheiminum í Marknagili, nýtti eisini høvið til at tilnevna tríggjar av drúgvastu felagslimum sínum til heiðurslimir

Andrias Ziska, vinstrumegin, Rubek Rubeksen, í miðjuni, og Jóan Pætur Midjord, høgrumegin, krýndir heiðurslimir í Havnar Telvingarfelag
SkrivaÐ:

Innsent

Rubek Rubeksen (f. 1943) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1963. Rubek var í fleiri ár millum góðu telvararnar í felagnum, og hevur vunnið felagnum mangar sigrar. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag.

Í 1973 var hann nummar tvey í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Rubek var millum teir fyrstu í Føroyum, sum fór uttanlands at telva. Longu í 60-unum var hann í Niðurlondum, Sveis og Italia, ofta saman við vinmanninum Goldney, sum eisini var limur í Havnar Telvingarfelag. Rubek slóðaði fyri í royndunum at vinna Føroyum altjóða limaskap í heimstalvsamgonguni FIDE. Hetta eydnaðist longu í 1970.

Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.

Jóan Pætur Midjord (f. 1945) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1966. Jóan Pætur gjørdist eftir fáum árum ein av bestu telvarum felagsins. Jóan Pætur er tann einasti, sum eftir er av fyrsta OL-landsliði okkara, sum kappaðist í Siegen í 1970.

Og Jóan Pætur var hann, sum vann okkum fyrsta sigurin í einum OL-landsdysti yvirhøvur. Hann var við í alt níggju ferðir á føroyska landsliðnum á talvolympiadu. Jóan Pætur hevur vunnið mangt meistaraheitið fyri Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist ikki at vinna FM-heitið sum einstaklingur, men ofta var hann næstbestur.

Jóan Pætur var góður felagsmaður og kappingarmaður við lít. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Og ítróttarmaður var hann sum fáur, meistari innan fótbólt, hondbólt, borðtennis og badminton - og í talvi.

Andrias Ziska (f. 1949) telist eisini millum veteranarnar í Havnar Telvingarfelag. Hann kom kanska eitt sindur seinni upp í felagið enn hinir, men uppvaksin er hann í øðrum talvhúsi enn tí hjá Havnar Telvingarfelag - barndómsheimið í Bøkjarabrekku var fult í góðum telvarum. Brøðurnir Súni og Bjarki vóru eisini millum landsins bestu telvarar.

Andrias telvaði lestrarárini í Danmark fyrst í 70-unum í Københavns Skakforening - felagið hjá Bent Larsen - men heimkomin miðskeiðis í 70-unum gjørdist hann hollur stuðul og rættur felagsmaður í Havnar Telvingarfelag. Andrias fekk sum hin fyrsti í lag veruliga ungdómstelving og skipaða undirvísing fyri børnum síðst í 70-unum. Hesin táttur hevur havt ovurstóran týdning fyri felagið. Andrias hevur eins og hinir vunnið felagnum mangan sigurin, og í 1983 eydnaðist honum at vinna FM-heitið sum einstaklingur.

Andrias er pápi Helga Dam Ziska, sum er stórmeistari í talvi.

Vágamenn vunnu

Tólv lið kappaðust í steypakappingini leygardagin. Summi feløg høvdu fleiri enn eitt lið, Havnin og Klaksvík høvdu trý hvør, og Sandavágur tvey. Øll feløg vóru ikki við, eitt nú Rókur, Gøta og Suðuroyggin. Øll liðini telvaðu hvør móti øðrum, í alt ellivu umfør.

Telvað var á seks borðum og ikki fýra, sum í liðkappingini. Leiktíðin var eisini munandi styttri, bara tíggju minuttir í part. Talan var tí mest av øllum um snartelving.

Sandavágur við tí glóðheita, nýklakta føroyameistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen, á odda á fyrsta borði vunnu í harðari kapping við havnarmenn. Høgni vann hvørt talvið í øllum ellivu umførunum - eisini prestisjuudystin móti Helga Dam Ziska, sum annars vann talvið teirra millum í liðkappingini herfyri.

Fyrsta lið hjá Havnini vann allar ellivu dystirnar, toppdysturin móti Sandavági var vunnin 4-2, men í Føroyum telja borðstigini í liðkappingum í talvi og ikki dystarstigini, sum vit kenna tað frá talv-OL.

Sigurin vísir, at Sandavágs Talvfelag nú hevur javnt góðar telvarar aftrat sínum bestu fýra, sum plagdu at vera álitið. Rógvi Egilstoft hevur ikki verið við í vetur, í gjár hevði Silas Eyðsteinsson forfall, og Jón í Horni Nielsen fekk heldur ikki verið við í øllum dystunum. Kortini vunnu teir.

Hjá Havnini var støðan nakað tann sama. Onkrir av teimum fremstu fingu ikki verið við allan dagin, Martin Poulsen var burturstaddur, og Elias Petersen og Petur G. Magnussen, ið stóðu seg so væl í landsliðsbólkinum á páskum, telvaðu við HT 3, sum bara unglingar mannaðu.

Steypakappingin 2025

1 Sandavágur (1) 53 stig
2 Havnin (1) 52
3 Klaksvík (1) 50½
4 Klaksvík (2) 37½
5 Kollafjørður 35
6 Havnin (3) 34
7 Havnin (2) 27½
8 Klaksvík (3) 26
9 Sandavágur (2) 24½
10 Toftir 23½
11 Skálafjørður 20
12 Vestmanna 12½

Sandavágur (1)
Høgni Egilstoft Nielsen 11/11
Jón í Horni Nielsen 5/7
Torkil Nielsen 8½/11
Bernhard Augustinussen 8½/11
Jón Atlason 8½/11
Ingi Wiberg 4½/6
Jónfinn Thomsen 7/9

Havnin (1)
Helgi Dam Ziska 4/5
Luitjen Akselsson Apol 9/11
Carl Eli Samuelsen 4½/7
Sjúrður Thorsteinsson 10/11
Herluf Hansen 7½/10
Margar Berg 7½/10
Suni Merkistein 5½/8
Andrias Ziska 4/4

Klaksvík (1)
Ólavur Simonsen 8/11
Finnbjørn Vang 8/11
Ingolf Gaard 6½/11
Rani Baldursson 10½/11
Terji Petersen 9½/11
Einar Gregersen 8/11

Høgni ársins telvari

Á døgurðasamkomu eftir kappingina var eisini atkvøtt um ársins telvara í Føroyum og ársins stjørnuskot.

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag var kosin ársins telvari. Høgni er føroyameistari, og á talvolympiaduni í fjør heyst eydnaðist honum at vinna sær heitið sum altjóða meistari (IM).

Heiðurin sum ársins stjørnuskot fell tí blaðunga Balduri B. Jørgensen úr Havnar Telvingarfelag í lut. Baldur vann á páskum FM-heitið í unglingadeildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

69 Leygardagur 03. mai 2025

Lisa J. Xin er norðurlendskur meistari

Farna vikuskiftið fekk Lisa 4½ stig av 5 møguligum í Nordic Girls Chess Championship

(Mynd: Talvsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyska Lisa J. Xin tryggjaði sær farna vikuskiftið heitið sum norðurlandameistari í gentutalvi í Nordic Girls Chess Championship.

Lisa, sum luttók í bólkinum fyri gentur føddar í 2012 ella seinni, vann fýra talv og fekk javnleik í einum, og sostatt fekk hon 4½ stig av 5 møguligum, skrivar Talvsamband Føroya.

Lisa var styrkismett nr. 9 í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti. Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðani vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talv tað umfarið. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðani einari norskari í 4. umfari.

Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nr. 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí upp á spæl.

Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni tók Lisa av remistilboðinum frá mótstøðugentuni. Sostatt gjørdist Lisa meistari við 4,5 av 5 stigum.

Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í kappingini.

Helena Egilstrøð Jensen, ið er búsitandi í Danmark, var eisini við í kappingini, og ætlanin er, at hon skal skifta til at umboða Føroyar í framtíðini, skrivar Talvsamband Føroya.

[object Object]
(Mynd: Talvsamband Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2025

70 Leygardagur 03. mai 2025

Páll Heri endurvann FM heitið í billard

Tvøramaðurin vann í finaluni á klaksvíkinginum Ólavi Kjølbro

Hetta er fjórðu ferð, at ungi tvøramaðurin, Páll Heri Nolsøe, vinnur føroyameistaraheitið í billard (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tveir av landsins fremstu billardspælarum, Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro, møttust farna vikuskiftið í finaluni fyri staklingar í Fuglafirði. 

Teir vunnu hálvfinalurnar á Niels Nielsen og Urbanus Olsen. Teir báðir møttust eisini í finaluni fyri tveimum árum síðani. Tá vann Ólavur sítt fyrsta FM heiti. Árið eftir komu Páll Heri og Hallur Joensen í finaluna, og tvøramaðurin vann. Nú var so túrurin komin hjá Páll Hera at royna seg aftur móti Ólavi. Og hesaferð gekk betur. 

Ólavur legði seg greitt á odda í fyrru helvt av dystinum, eina løtu við umleið 160 eygum, tó at dysturin gjørdist rættiliga javnur, sum tíðin leið. So tók sera tryggi og miðvísi tvøramaðurin kortini tann vælspælandi klaksvíkingin aftur nakrar ferðir, til hann loksins lokaði dystin við 500 eygum móti 430 eftir einans 12 umfør. Tað gevur eitt meðal uppá einki minni enn 41,6 eygu, sum í føroyskum billardhøpi er sera høgt. Ólavur hevði eitt meðal uppá 35,8 eygu.

[object Object]- Góðan dyst ynskja tær báðar kempurnar í føroyskum billard hvørjum øðrum. 

[object Object]

[object Object]Páll Heri Nolsøe fær vegna Billardsamband Føroya handað vinnandi steypini av borgarstjóranum í Fuglafirði, Dávi Juul. Formaðurin í Billardfelag Fuglafjarðar, Jákup Arnholdt Lambaa, sum stóð fyri  væleydnaðu kappingini, klappar fyri føroyameistaranum

Fyri mongu áskoðararnar í hølunum hjá Billardfelag Fuglafjarðar varð tað einki minni enn ein frægd at síggja hesar báðar føroysku billardrisarnar vísa síni kynstur og vøkru billardstoytir.  Báðir hava teir henda so sera sjáldsama spælistílin, sum so lætt fær eina keylu fyri og aðra eftir at fella uttan, at  kúlurnar fara úr eygsjón men leggja seg júst har ætlanin var.

[object Object]Páll Heri Nolsøe føroyameistari í billard saman við Ólavi Kjølbro, sum vann silvur og Niels Nielsen, sum vann bronsuna. 

Ólavur, sum tann rætti ítróttarmaður hann er, tók tapið við einum smíli og einum stórum herðaklappi til mótstøðumannin. Hetta var jú ikki fyrstu ferð teir hava verið í hornatøkum, og hvørja ferð hevur rætti kappingarandin verið ráðandi. Líka mikið, hvør fór við sigrinum. Uttan iva nakað onnur kunnu læra av eisini.

Kappast varð eisini um 3. plássið. Tann dystin vann Niels Nielsen úr Havn á Urbanus Olsen úr Klaksvík. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025

71 Leygardagur 03. mai 2025

Bridge: Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

Leygardagin vóru seinastu dystirnir í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Liðið hjá Byggitilfar hevði undan seinastu tveimum dystunum vunnið sær eina lutfalsliga trygga leiðslu á umleið 17 stig, og var avbjóðingin tískil at verja borg í seinastu umførunum.

Setningurin hjá avbjóðarunum – liðunum hjá Jóannes Mouritsen og Símun Lassaberg - sum lógu á ávikavist øðrum og triðja plássinum – var tískil greiður. Skuldu teir gera sær vónir um FM-heitið, so skuldu teir vinna seinastu tveir dystirnar.

Í næstseinasta umfarinum møttust liðini hjá Byggitilfar og Símun Lassaberg, meðan liðið hjá Jóannes Mouritsen leikti móti liðnum Rútar 7. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at liðið hjá Byggitilfar vann ein lutfalsliga greiðan sigur á liðnum hjá Símun Lassaberg (17,87-2,13), meðan liðið hjá Jóannes Mouritsen greiddi sín setning við at vinna á liðnum hjá Rútar 7 (17,69-2,31).

Í seinasta umfarinum hittust so liðini hjá Byggitilfar og Jóannes Mouritsen í dysti um FM-heitið. Leiðslan, sum liðið hjá Byggitilfar hevði vunnið sær, kravdi at liðið hjá Jóannes Mouritsen skuldi vinna ein trivaligan sigur, um teir skuldi gera sær vónir um FM-heitið. Liðið hjá Byggitilfar sýntist tó at hava tak á dystinum, og endaliga úrslitið av oddadystinum gjørdist, at liðið hjá Byggitilfar vann dystin (13,78-6,22), og tryggjaði sær harvið føroyameistaraheitið fyri lið.

Liðið hjá Byggitilfar mannaðu: Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Rúni Mouritsen og Dia Jacobsen.

Úrslitið í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:

A-bólkur:
Byggitilfar, 101,20
Jóannes Mouritsen, 76,78
Símun Lassaberg, 54,72
Rútar 7, 37,30

B-bólkur:
Jet Jam, 148,86
Jassarnir, 136,38
Henriette Svenstrup, 118,03
Ace Beo, 106,07
Suðuroyar Bridgefelag, 101,22
Hallur Ellingsgaard, 69,17




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2025