Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 10. mai 2025 | Nr. 19 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

EM tryggjað - fara nú eftir 1. plássi

SíÐa 35

1 Leygardagur 10. mai 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Millum teir bestu í Evropa

Enn einaferð megnaði eitt føroyskt hondbóltslandslið at gera tað, sum ongin helt kundi vera møguligt fyri bert fáum árum síðani. Eitt er at spæla seg til eitt EM endaspæl einaferð.

Tá liðið megnar tað tvær ferðir á rað, so má tað vera tekin um, at føroyskur hondbóltur veruliga er millum teir bestu í  Evropa.

Tað átti ikki at verið gjørligt. Tað er ein orsøk til at føroyska fótbóltslandsliðið ongantíð hevur verið í námind av einum endaspæli. Tí tað eigur ikki at bera til, at ein av allar minstu tjóðunum í Evropa kunnu klára at spæla seg til endaspæl í eini liðítrótt.

Men í hondbólti hevur tað borið til. Bæði hjá monnunum og hjá kvinnunum. Kvinnurnar hava enntá megnað at spæla seg til eina heimsmeistarakapping.

Tað er so, at føroyskir hondbóltsfjepparar og onnur við ávísum áhuga fyri hesi ítrótt, nú fleiri ferðir hava verið noydd at klípa seg í armin fyri at vissa seg um, at hetta er veruleiki. Hjá monnunum, sum í annaðkvøld taka ímóta ukrainska landsliðnum við Tjarnir, er støðan tann, at teir longu hava kvalifiserað seg til endaspælið, hóast eitt umfar er eftir.

So nú hava teir sett sær málið at vinna sín undanbólk, og sannlíkindini eru sanniliga til staðar í eini fullsettari stórhøll við Tjarnir.

Tað er einki at siga til, at fólk úr øðrum londum undrast yvir, hvussu tað er eydnast einari tjóð við 55.000 íbúgvum at skapa hondbólt í heimsflokki. Og ikki minst – hvussu tað ber til, at føroyski áhugin er so stórur, at flest allir føroyingar í hesum tímum sita og umhugsa at fara við yvir til Oslo at stuðla okkara hondbóltsmonnum í januar.

Í hesum døgum er forsetin í evropeisku hondbóltssamgonguni á vitjan í Føroyum við tí endamáli at uppliva dystin við Tjarnir í annaðkvøld. Hann hevði eina frágreiðing um stóra føroyska hondbóltsáhugan, og hon er, at føroyingar spæla ikki bara góðan hondbólt, men eisini undirhaldandi hondbólt.

Óiva er ein av orsøkunum til at arbeiðið við at ala fram góðar hondbóltsleikarar er eydnað so væl, at vit hava góðar umstøður, hallir, at bjóða okkara ungdómi. Tað er ein sannroynd, at har høllin hevur staðið meira ella minni opin hjá ungdóminum at brúka, hevur tað eydnast uppaftur betur. Og tað er søgan vit fortelja, tá onnur lond undrast yvir, hvat vit hava gjørt fyri at klára okkum so væl. Og tað er nakað, vit skulu vera errin av.

Tað er ikki vist, at núverandi bylgja av góðum úrslitum varir í ævir. Tað kenna vit frá øðrum londum. Tí er eisini av týdningi at frøast um úrslitini, sum koma í hesum tíðum.

Bert spell, at vit hava lyndi til at gloyma, at kvinnurnar eisini hava framt eitt líka so stórt bragd. Men onki bendir á, at vit senda millum 10 og 20 flogfør avstað til at síggja teirra dystir í vetur. Og tað er spell, tí tær hava eisini sama stuðul uppiborið.

Koyr á Føroyar!


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1451

    Lisnar síður: 7205

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 10. mai 2025

Kongshjúnavitjan verður í juni

Á ferðini sum verður í døgunum 11. til 13. juni vitja kongshjúnini í Havn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði

Mary drotning og Fríðrikur kongur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 11. til 13. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðan tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

- Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Høvuðsstaðurin, Suðuroy og Eiði
Á ferðini vitja Kongshjúnini í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 13. juni. 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

3 Leygardagur 10. mai 2025

Reisigildi fyri gistingarhúsinum KG í Klaksvík

KG verður eitt fýra stjørna gistingarhús við 83 kømurum, sum eisini fær eina glæsiliga matstovu, stórt veitsluhøli til 300 gestir og fleiri fundarhøli. Somuleiðis verður eitt vælveruøki í tveimum hæddum.

(Mynd: Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin var reisigildi fyri nýggja gistingarhúsinum, sum verður bygt í miðbýnum í Klaksvík. Gistingarhúsið, sum letur upp á vári 2026, hevur fingið navnið KG.

Talan er um eitt fýra stjørna gistingarhús við 83 kømurum, sum eisini fær eina glæsiliga matstovu, stórt veitsluhøli til 300 gestir og fleiri fundarhøli. Somuleiðis verður eitt vælveruøki í tveimum hæddum.

Tað er Kanjon, ið byggir KG mitt í Klaksvík norðanfyri Biskupstorg við útsýni móti Vágni.

Hetta staðið verður eisini rópt Úti á Sandinum. Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Arkitektum hevur teknað KG.

Gistingarhúsið verður ein stásiligur og ikoniskur bygningur, sum fer at seta dám á býin, og sum við tíðini fer at gerast ein eyðkend ímynd fyri Føroya næststørsta bý, Klaksvík.

Herfyri varð skipað fyri navnkapping, har øll høvdu møguleika at koma við uppskotum til nýggja gistingarhúsið. Nógv góð uppskot komu inn. Niðurstøðan gjørdist tó at velja eitt navnauppskot, ið ikki varð latið inn til almennu kappingina. Valið fall á KG.

KG er havnakenningarnummarið fyri skip og bátar frá Klaksvík og norðoyggjum annars.

Hetta verður mett at vera eitt hóskandi navn fyri nýggja ferðavinnu- og upplivingarskútuna í býnum, sum er kendur fyri stórt sjó- og fiskivinnuvirksemi.

Kring alla vágna í Klaksvík síggjast hópin av skipum og bátum við tí eyðkenda KG havnakenningarnummarið á síðuni, og nú kemur ein nýggj glas- og betongskúta at liggja uppi á landi við somu vágna. Soleiðis hevur navnið á gistingarhúsinum røtur aftur í tíð -eins væl og fram í tíðina. Navnið er somuleiðis stutt, lætt at úttala og at minnast til hjá bæði føroyingum og útlendingum.

- Vit fegnast um at kunna leggja lunnar undir eina slíka framfúsna ferðavinnuverkætlan mitt í hjartanum av Klaksvík. Vit vóna, at KG fer at gerast eitt gevandi samlingsstað fyri bæði føroyingar og ferðafólk, og samstundis eitt virðiligt íkast til menningina av býnum, sigur Jan Petersen, stjóri í Pf. Christiani í Grótinum.

Tað er Pf. Christian í Grótinum, sum letur KG byggja, og tað verður Gist & Vist, sum fer at reka KG, tá tað letur upp í næsta ár.

Fleiri myndir á Norðlýsinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

4 Leygardagur 10. mai 2025

Náddi ikki toppin

Jensjáku Hansen mátti uppgeva at koma heilt upp á 6.812 metra høga Ama Dablam í Himmalaja

(Mynd av Facebook-vanganum hjá Jensjáku Hansen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Endamálið er ikki toppurin. Endamálið er at læra at klára meg einsamallan og at uppliva verðina – og tann toppin kláraði eg.

Soleiðis skrivaði ein eitt sindur vónbrotin Jensjáku Hansen á Facebook-vanga sín eftir at hann mátti gevast í roynd síni at náa upp á sjálvan fjallatindin Ama Dablam í Himmalaja í Nepal.

Jensjáku skrivar soleiðis á Facebook mánamorgunin:

- Eg kom væl fyri og við góðum treysti til legu 2 á Ama Dablam – men tað bleiv ein óvanliga long og krevjandi ferð, tí har vóru nógvir óroyndir klatrarar á fjallinum. Hetta skapti langar køir allan vegin frá legu 1 til legu 2. At standa og bíða í kulda, har fokus og trygd eru altavgerandi, er alt annað enn gott.

- Tá eg kom upp og fekk pláss í legu 2, var klokkan nógv. Eg valdi at bíða við topproyndini til næstu nátt. Men morgunin eftir høvdu tvey í okkara ferðalag vent við, og veðrið var versnað. Við støði í trygd og heildarmeting valdi eg at venda omanaftur.

- Endamálið er ikki toppurin. Endamálið er at læra at klára meg einsamallan og at uppliva verðina – og tann toppin kláraði eg.

- Nú hyggi eg eftir møguleikum fyri at royna meg á onkrum øðrum fjalli, har umstøðurnar eru betur hesa ársins tíð. Eg eri sjálvandi vónbrotin, men eisini takksamur – bæði fyri upplivingina og fyri at vera væl fyri.

Herundir nakrar av fleiri myndum á Facebook-vanganum hjá Jensjáku Hansen:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2025

5

Størv

Dagligur leiðari til Javna

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2025

Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2025

Vónin søkir verkætlanar- og tænastuleiðara

Meira Umsóknarfreist: 22. mai 2025

Samskipari til verkstaðsuppgávur

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2025

Summarhjálp til ILVA IDEmøblar

Meira Umsóknarfreist:

Tvey skrivustovstørv á Akstovuni leys at søkja

Meira Umsóknarfreist: 21. mai 2025

Reingerðarfólk til Atlantic Airways - summaravloysari

Meira Umsóknarfreist: 22. mai 2025

Leiðari til Ordradeildina hjá P/F Poul Michelsen

Meira Umsóknarfreist: 18. mai 2025

Avloysari sum kokkur til Mykines

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2025

Lærarastørv á Vinnuháskúlanum

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2025

Leiðari fyri kundatænastu hjá Vert sp/f

Meira Umsóknarfreist: 22. mai 2025

Fíggjarfrøðingur til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 25. mai 2025
6 Leygardagur 10. mai 2025

Javnaðarflokkurin heldur landsstevnu í dag

Kristrún Frostadóttir og Kaare Dybvad Bek eru gestir á landsstevnuni við Tjarnir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag verður landsstevna Javnaðarfloksins í nýggju stórhøllini við Tjarnir. 

Aksel V. Johannesen flytur fram formansfrágreiðing. Gestarøðarar verða Kristrún Frostadóttir, forsætisráðkvinna Íslands og forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, og Kaare Dybvad Bek, danskur ráðharri við útlendinga- og integratiónsmálum. 

Byrja verður kl. 9 í morgun. Í kvøld verður veitsla við borðhaldi, undirhaldi og dansi.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

7 Leygardagur 10. mai 2025

236 hjúnavígslur bæði í fjør og fyrraárið

54,3 prosent av fólkunum í Føroyum eru ógift

(Savnsmynd: Osvald P. Hansen / OPHfoto)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

236 pør vóru í fjør lisin saman í hjúnalag vísa dagførdu tølini hjá Hagstovu Føroya. Hetta er nett sama tal, sum vórðu gift í 2023.

Síðan 1995 hevur talið av vígslum ligið millum 155 og 270 um árið. Lægsta talið var í 1996 og hægst í 2006. Í nýggjari tíð er árið 2019 árið við flest hjúnavígslum, tá vórðu 263 pør gift.

Hetta sama tíðarskeiðið frá 1995 til nú vórðu millum 25 og 131 pør sundurlisin. Nógv flest sundurlesingar vóru í 2011, tá 131 pør fóru frá hvørjum øðrum. Øll hini árini síðan 1995 hevur talið av sundurlesingum ligið undir 100 vísa hagtølini hjá Hagstovuni.

Ein góður helmingur av fólkatalinum í Føroyum eru ógift, 54,3 prosent. 36,8 prosent eru gift, nøkur teirra tó sundurlisin, 4,7 prosent eru fráskild og 4,3 prosent eru einkjufólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

8 Leygardagur 10. mai 2025

Virðisbrøvini munaðu væl hjá Búnaðargrunninum

Hóast betri grundrakstur og betri úrslit av virðisbrøvum, hevði Búnaðargrunnurin lægri avlop í 2024 enn í 2023. Orsøkin er vaksandi útreiðslur til játtanir, ið Løgtingið samtykkir og Búnaðargrunnurin er álagdur at rinda

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grundraksturin gav í 2024 eitt avlop á 1,4 milliónir krónur, ið var gott og væl tvífalt so stórt sum árið fyri. Úrslitið av grundrakstrinum munaði tó lítið aftur ímóti rokningini frá landskassanum á 6,3 milliónir krónur til rakstur av jarðarumsitingini, og tí hevði grunnurin eitt hall á 5,2 milliónir krónur áðrenn úrslitið av virðisbrøvum.

Avkastið av virðisbrøvunum hildnaðist tó sera væl í 2024. Nettoinntøkan av hesum var góðar 11,6 milliónir krónur, og harvið gjørdist ársúrslitið eitt avlop á 6,4 miliónir.

Høvuðsendamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til íløgur í føroyskan landbúnað. Umframt lán fyri 25 milliónir veitti grunnurin í 2024 eisini stuðul á góðar 8,6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu fimm árini er stuðul útgoldin fyri tilsamans 56 milliónir krónur, sum í miðal svarar til góðar 11 milliónir um ári.

Í leiðslufrágreiðingini vísir Búnaðargrunnurin á, at Løgtingið í ár hevur samtykt fleiri lógarbroytingar, ið koma at hava neiliga ávirkan á fíggjarligu gongdina hjá grunninum. Víst verður í hesum sambandi eisini á, at seinastu árini hevur fíggjarliga styrkin hjá grunninum ikki megnað at fylgt búskaparligu gongdini í samfelagnum, og at henda støða ikki verður betri við samtyktu lógarbroytingunum.

Útlit eru tí fyri, at Búnaðargrunnurin lutfalsliga fer at vikna sum fíggingarstovnur hjá landbúnaðarvinnuni og við tíðini fær minni og minni týdning sum viðleikari, tá nýggjar íløgur skulu gerast í hesi vinnu.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen, og stýrisformaður er Símun Gullaksen. Hini í stýrinum eru Barbara Pállsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

9 Leygardagur 10. mai 2025

Landsbankin roynir framvegis at ávara og leggja ávíst trýst á

- Tá tað kemur til makt, so kemur tað meira enn so fyri, at man við tilvitað pellar um verkætlanina, fyri at fáa hana setta í verk. Hetta verður eisini kalla strategisk misrepresentation. Soleiðis stendur á grein á heimasíðuni í dag

Sambært bókini ”How big things get done” hjá Bent Flyvbjerg, eru tað bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5 prosent, sum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu, sum lovað, skrivar Landsbankin millum annað (Mynd: landsbankin.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku var nakað av orðadrátti og skriving aftur og fram millum serliga Landsbankan og Løgmansskrivstovuna. Ósemja var um, hvørji tøl í sambandi við Suðuroyartunnilin vóru røtt og uppaftur meira: Á hvønn hátt man skal nýta tey og leggja dent á við.

Partarnir skýrdu hvønn annan at vera misvísandi, og í einari grein á landsbankin.fo varð Løgmansskrivstovan ákærd fyri at pella.

Tá bar av. Løgmansskrivstovan svaraði aftur mitt undir aðru viðgerð í málinum um Suðuroyartunnlinum, og av tingsins røðarapalli helt løgmaður fyri, at hetta ikki var rætt yvirfri stavsfólki hansara.

Í skrivi á landsbankin.fo fríggjadagin  varð partvíst drigið í land - í øllum førinum í partinum við tí "at politiski myndugleikin tilvitað pellar bæði fyri sær sjálvum og borgarum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta".

- Hetta er hart orðað. Tað er óneyðugt. Tað biður Landsbankin um umbering fyri. Tann orðingin er nú strikað úr greinini.

Hetta var undirritað av Johnny í Grótinum formanninum í nevnd Landsbankans. Tó vildi Landsbankin ikki biður tó um umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin verður boraður ella ikki.

[object Object]
Semja er ikki beinleiðis millum løgmansskrivstovuna og Landsbankan og ávist trýst er á løgmanni (Mynd: Sverri Egholm)

Sálarfrøði og makt í stórum verkætlanum - næsti leikur

Síðani hevur verið friðarligt, men í sendingum hjá Kringvarpið hevur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, sum heild verið ógvuliga atfinningarsom mótvegis verkætlanini

Á heimasíðuni hjá Landsbankanum í dag er aftur víst á greinar, útfrá bók og fyrilestri hjá Bent Flyvbjerg. Danski professarin hevur granskað nógv í og skrivað nógv um stórar verkætlanir. 

Ein av niðurstøðum hansara er, at tað eru bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5%, sum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu, sum lovað. Hetta er sokallaða jarnlógin. Sambært Bent Flyvbjerg eru tað serliga tvær orsøkir til, at henda jarnlóg heldur. Onnur er sálarfrøði og hin er makt. Viðvíkjandi sálarfrøði, so eru vit sum menniskju bjartskygd. Men bjartskygni er ikki altíð gott.

- Bent Flyvbjerg vísir í síni bók á eitt dømi. Skalt tú á eina ferð við flúgvara, vilt tú helst ikki hoyra flogskiparan siga ”Eg eri bjartskygdur um at vit hava nokk av brennievni til ferðina”. Tað hevði gjørt teg ótryggan, tí tú vilt heldur hava, at flogskiparin er realistiskur viðvíkjandi brennievni til ferðina, so flogfarið ikki dettur niður, áðrenn tit koma til ferðamálið.

Hetta kann flytast til tíð og pengar, heldur Landsbankin, og tað er neyðugt at verða tilvitaður um, at vit menniskju eru bjartskygd av náttúru, og at vera tilvitaður um hetta, tá ið tíðar- og kostnaðarætlanir verða lagdar fyri eina verkætlan.

- Tá tað kemur til makt, so kemur tað meira enn so fyri, at man við tilvitað pellar um verkætlanina, fyri at fáa hana setta í verk. Hetta verður eisini kalla strategisk misrepresentation, endar greinin við.

Eisini er komin út grein - útfrá tí sum Bent Flyvebjerg skrvar, sum hevur heitið Meira realistiskar ætlanir við at brúka tilvísingarbók

Suðuroyartunnilin verður ikki nevndur við einum orðið í dag, men tað er eingin ivi um, at roynt verður aftur at vísa á tað, sum Landsbanki Føroya í øllum førum, sær sum vandar í verkætlanini. Og tað landsstýri ógvuliga gjarna vil hava tað ígjøgnum.

3. viðgerð í málinum um projektering og útbjóðan av Suðuroyartunnilin, tilhoyrandi avgerð um linjuføring, kemur fyri Løgtingið mánadagin 19. mai. Aksel V. Johannesen hevur lovað, at onkrar broytingar vera, og ymiskt skal kannast nærri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

10 Leygardagur 10. mai 2025

LÍV: Methøg inngjøld í 2024

Við hægstu inngjøldum til eftirlønir og tryggingar higartil royndist árið 2024 væl – hjá bæði felagnum og kundunum hjá Pf. Tryggingarfelagnum LÍV

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Árið 2024 royndist væl –hjá bæði felagnum og kundunum hjá Pf. Tryggingarfelagnum LÍV.

Fíggjarmarknaðurin háttaði sær væl í 2024, sum hann eisini gjørdi í 2023. Felagið fekk eitt samlað avkast av íløguognunum upp á góðar 356,5 milliónirkrónur. Kundar við marknaðarretnu fingu eitt avkast millum 6,82 og 19,08 prosent. Avkastið er tongt at, hvørjum váða kundin hevur valt. Kundar við varnasta váðanum fingu eitt avkast upp á 6,82 prosent, meðan kundar við partabrøvum burturav fingu eitt avkast upp á 19,08 prosent. Miðalkundin við 15 árum upp til eftirlønaraldur fekk eitt avkast upp á 10,20 prosent.

Kundar við miðal váða hjá LÍV fingu eitt nakað betri avkast enn samsvarandi kundin hjá donsku eftirlønarfeløgunum eftir skatt. Tað fegnast felagið um.

Inngjøldini til eftirlønir og tryggingar vóru góðar 453 milliónir krónur. Tað hægsta higartil. Inngjaldsvøksturin í mun til 2023 var upp á umleið 9,2 prosent.

Gongdin í kundatilgongd og inngjaldi hevur lagt lunnar undir, at felagið lækkaði umsitingarkostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu. Umsitingarkostnaðurin lækkaði úr 3 prosentum av inngjaldinum niður í 2,5 prosent frá 1. januar 2025.

- Samhaldsfesti við, at fleiri herðar bera byrðuna, skal koma kundunum, sum eiga felagið, tilgóðar. Tí verður umsitingarkostnaðurin hjá kundum við marknaðarrentu enn eina ferð lækkaður við virknaði frá 1. januar 2025, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.

- Nú vit eru farin inn í 2025, reka nøkur svørt skýggj uppi yvir fíggjarmarknaðinum. Óvissan er størri enn vanligt, og eitt møguligt handilskríggj millum fleiri av stóru búskapunum í heiminum hóttir. Hetta skapar óvissur, og tað sæst aftur á fíggjarmarknaðinum fyrstu mánaðirnar í 2025.

Niðanfyri síggjast lyklatøl fyri roknskapin fyri 2024, sum bleiv góðkendur á aðalfundinum 30. apríl 2025:

Lyklatøl (hjá móðirfelagnum): mió.kr.

Tryggingargjøld 453,3
Útgoldnar veitingar 162,8
Úrslit av íløguvirksemi 353,0
Úrslit eftir skatt 12,7
Eginognin 185,7
Samlaðar ognir 4.675

Á aðalfundinum 30. apríl blivu Hanna í Horni (næstforkvinna), Kári Petersen, Súni Selfoss og Árni Arge afturvald. Nevndarformaðurin, Høgni Olsen, hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur. Felagið takkar Høgna Olsen fyri innsatsin, sum hann hevur lagt eftir seg seinastu átta árini sum nevndarformaður í felagnum, og somuleiðis ynskir felagið Árna Ellefsen til lukku við valinum.

Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið (LÍV3)

Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið hevði eisini aðalfund 30. apríl 2025. Afturvald blivu Finn Danberg, sum heldur fram sum nevndarformaður, Gunnleyg Árnafjall, sum heldur fram sum næstforkvinna, meðan Kári Petersen og Árni Arge blivu afturvaldir sum nevndarlimir. Høgni Olsen stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur.

LÍV 3 er eitt avtøkufelag, sum ikki stovnar nýggjar eftirlønaravtalur. Felagið hevur tryggingaravtalur við veitingartrygd, sum Føroya Landsstýri veðheldur fyri.

Felagið hevði eitt gott 2024. Úrslitið av íløguvirkseminum gav eitt avkast upp á knappar 214 milliónir krónur. Felagið hevur íløguognir fyri umleið 1,978 milliardir krónur.

Felagið hevði eitt úrslit upp á 126,4 milliónir krónur eftir skatt. Samlaðu tryggingarinngjøldini fyri verandi tryggingaravtalur vóru 37,3 milliónir krónur í 2024.

Grundað á veitingarskylduna hjá felagnum mótvegis tryggingartakaranum hevur móðurfelagið eina negativa eginogn upp á 479,4 milliónir krónur við árslok 2024.

Ársfrásagnirnar 2024 síggjast her. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

11 Leygardagur 10. mai 2025

Lions letur 50.000 krónur til Ólav VN 138

Gamli postbáturin skal koma til heiður og æru aftur og eftir ætlan sigla aftur næsta ár

Ólavur VN 138 (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ólavur VN 138 var báturin, sum heilt fram til trýssini, bant oyggjarnar saman við rutusigling um Vestmannasund. Eisini er hann kendur sum ein "postbátur" - Ólavur tók sær av post- og farmaflutningi.

- Ikki so fá av teimum tilkomnu munnu minnast til túrar við Ólavi,. Eftir at meira nútímans skip komu á leiðina um Vestmannasund, helt Ólavur fram við øðrum flutningi, millum annað í sambandi við bæði el- og telefonveiting millum oyggjarnar.

Soleiðis skrivar Lions Club Tórshavn í nýggjum skrivi.

[object Object]50.000 krónur vórðu latnar Sámal Jákupi Olsen herfyri. Til høgru Karl Eli Sigvardsen, forseti í Lions Tórshavn

Hetta er í sambandi við, at felagsskapurin hevur latið stuðul til eitt av søguligastu træskipum í Føroyu. Talan er um 50.000 krónur

Um skipið stendur skrivað, at tað varð smíðað úr eik og furu á Vestmanna skipasmiðju í 1930. Tað var 38 føtur langur og góð 14 tons. Upprunaligu tekningarnar eru enn til varðveitslu.

Í illveðri í 2020 sakk skipið, meðan tað lá við bryggju, men tað varð tikið uppaftur og sostatt bjargað. Greitt var tó, at her var tørvur á meira enn bert umvælingum, so nú verður farið undir eina umfatandi endurbygging, so Ólavur VN 138 aftur kann koma til heiður og æru.

Siglingarklárur næsta ár
Fyri einum góðum ári síðani settu Vestmanna og Kvívíkar kommunur, Hiddenfjord og Bátastevnan í Vestmanna í felag ‟Grunnin Ólavur VN 138” á stovn fyri at varðveita Ólav, so motorbáturin aftur kann brúkast. Ætlandi skal hann ongantíð vera óvirkin í longri enn tríggjar mánaðir.

Ein fyritreyt fyri, at Ólavur VN 138 framhaldandi kann verða varðveittur, er eitt gott og trygt pláss at liggja á, gjarna við eina flótibrúgv. Ætlanin er, at hann verður siglingarklárur næsta ár, og síðani verður skipað fyri einum serligum tiltaki á 100 ára degnum hjá bátinum í 2030.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

12
Leygardagur 10. mai 2025

Norðhavssildin er flutt norðureftir at gýta

Ovurfisking kann vera orsøkin til at sildin hevur skift atferð og er flutt 800 kilometrar norðureftir, til Lofoten at gýta – ov nógvir oddafiskar verða fiskaðir

 
SkrivaÐ:

Innsent

Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá ið mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, sum er umleið 800 kilometrar norðan fyri Møre, at gýta.

Orsøkirnar til hetta eru lýstar í nýggjari grein í viðurkenda tíðarritinum Nature. Greinin byggir á ástøðið um at torvufiskur verður leiddur av fiskum við nógvum royndum, sonevndum oddafiskum, og fiskur, sum setir til, lærir frá oddafiskunum.

Høvuðsniðurstøðan er, at tá tann stóri 2016 árgangurin gjørdist kynsbúgvin sum 5-6 ára gamal, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir í stovninum til at vísa ungsildini, hvar vanliga gýtingarøkið er. Unga ættarliðið endaði tí við at ráða sær sjálvum og byrjaði at gýta longur norðuri. Harafturat er torvuatferðin so sterk, at eldru fiskarnir síðani 2021 eisini eru fluttir norð til Lofoten at gýta.

Fiskiskapurin er serliga eftir eldru sildini, og har afturat hevur seinnu árini verið fiskað væl meira enn tilmælt. Tí taka vit lutfalsliga nógvar av oddafiskunum, og harvið missir torvan vitan. Við fleiri gomlum sildum í stovninum hevði gýtingin við Møre helst hildið fram.

Tað, at norðhavssildin nú gýtir út fyri Lofoten, kann fáa avleiðingar fyri sildastovnin. Gýting suðri við Møre er ein fyrimunur, tí tá vaksa larvurnar upp í heitari umhvørvi og eru størri, tá tær reka norð í Barentshavið, har ungsildin veksur upp. Eisini kann norðara gýtingin fáa avleiðingar fyri vistskipanina við Møre, tí nú eru ongar sildalarvur, sum vanliga hava verið týðandi føði hjá t.d sjófugli.

[object Object]Eydna í Homrum, fiskifrøðingur, hevur við til at skriva greinina í Nature (Savnsmynd)

Tá ein nýggjur, stórur árgangur vónandi skjótt setir við aftur, kann ferðingarmynstrið aftur broytast. Tað er vanligt, at tá ið stovnurin veksur, so veksur útbreiðslan eisini. Tað kann væl henda, at sildin tá fer at søkja suður aftur móti vanligu gýtingarøkjunum.

Aril Slotte, granskari á norsku havstovuni, hevur skrivað greinina í Nature saman við fleiri øðrum granskarum, m.ø. Eydnu í Homrum á Havstovuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

13
Leygardagur 10. mai 2025

Svartkjaftastovnurin í minking

Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi. Minkingin, í mun til í fjør, er 30 prosent. Tó er stovnurin enn væl fyri.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30 prosentum í mun til í fjør.

Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánað 2025. Hóast hesa minking, er stovnurin enn væl fyri.

Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020 og 2021 árgangirnar, sum í nøgd svara til 70% av gýtingarstovninum.

Longur suðuri í kanningarøkinum, t.e. vestan og norðan fyri Porcupine Bankan, var munandi minni at síggja í ár. Í fjør var eisini ein minking í hesum øki, og kann hetta merkja, at høvuðsgýtingin hevur verið fyrr, seinastu tvey árini.

Nakað av ársgomlum svartkjafti var at síggja í føroyskum øki í ár. Vónandi er hetta tekin um, at tilgongdin í 2024 hevur verið yvir miðal.

Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingini av svartkjafti, sum verður gjørd á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst. Øll frágreiðingin sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2025

14
Leygardagur 10. mai 2025

Hava undirskrivað keypið av Jupiter

Reiðaríið aftanfyri uppsjóvarskipini Norðborg og Christian í Grótinum hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter við kvotum

Jupiter (Mynd: Calum Gray)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði er selt til Klaksvíkar, og kvoturnar fylgja við skipinum.

- Vit undirskrivaðu keypið hósdagin (1. mai, -red.), men endaliga yvirtøkan hevur ikki verið enn, av tí at alt skal góðkennast áðrenn av kappingareftirlitinum og Vørn, sigur Jón Rasmussen, sum er ein av eigarunum aftanfyri reiðaríið í Klaksvík, og skipari á Norðborg.

- Vit hava keypt Jupiter við kvotum, og tað eru kvoturnar, sum er tað áhugaverda hjá okkum við hesum keypinum, av tí at vit skulu styrkja grundarlagið undir okkara virksemið, sigur Jón Rasmussen.

Jupiter hevur havt heimstað í Kollafirði seinastu góðu tvey árini, og tað er Jógvan Martin Ferjá, sum hevur átt skipið.

Jupiter hevur júst landað í Thyborn í Danmark, og fer nú aftur á svartkjaftaveiðu, at fiska seinasta av kvotuni, sum felagið eigur av svartkjafti. Talan er um eini 600 tons.

Vit spurdu Jón Rasmussen hvat ætlanin er við jupiter, og her svarar reiðarin stutt og greitt, at skipið skal seljast.

- Jupiter er í rættuliga góðum standi, og sær gott út. Skipið er sera lítið brúk tá ið man hugsar um at skipi er 22 ára gamlat, og tí vænta vit at Jupiter er lættur at selja víðari, og tað liggur eisini í kortunum hjá okkum, sigur Jón Rasmussen.

Jón Rasmussen ynskir ikki at upplýsa hvat felagið hevur keypt Jupiter og kvotur fyri, og sigur til endans, at skipið skiftir ikki navn, men fer at fáa heimstað í Klaksvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2025

15
Leygardagur 10. mai 2025

Glyvursnes aftur í fastari sigling

Farmaskipið Glyvursnes var í Føroyum aftur í vikuni fyri fyrstu ferð síðani desember

Glyvursnes (Savnsmynd: Preben Andersen)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Farmaskipið Glyvursnes var aftur á Havnini sunnudagin, eftir at skipið er umvælt aftaná syrgiligu vanlukkuna í januar, sum kravdi eitt mannalív.

Glyvursnes lá í Hirtshals tann 2. januar tá ið ein spreinging var í maskinrúminum.

Tríggir mans, sum vóru í maskinrúminum tá spreingingin hendi, vórðu fluttir á sjúkrahús.

Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin. Seinni bleiv Glyvursnes sleipað til Frederikshavn, har skipið skuldi umvælast og arbeiðið hevur tikið fýra mánaðir.

Í sambandi við at Glyvursnes skuldi umvælast, leigaði Smyril Line farmaskipið Lista at røkja farðleina hjá Glyvursnesi.

Glyvursnes fór av Havnini aftur sunnukvøldið við kós móti Íslandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2025

16
Leygardagur 10. mai 2025

Smyril Line hevur selt Akranes

Keypari er reiðaríið Fred Olsen Express á Kanariuoyggjum

Akranes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farmaskipið Akranes, sum higartil hevur verið partur av flotanum hjá Smyril Line, er nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express, boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi. Skipið verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli í ár.

Í tíðarskeiðinum frá tí, at Akranes fer úr flotanum og til ein nýbygningur er klárur at taka yvir, rekur annað skip leiðina.

Sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá Smyril Line, sum arbeiðir miðvíst við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið, skrivar Smyril Line.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

17 Leygardagur 10. mai 2025

Gomlu læknahúsini í Klaksvík tikin í nýtslu aftur

Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku í vikuni. Eyðkendu gulu húsini, beint við sjálvt sjúkrahúsi, hava eina langa søgu, og húsa nú fyrisitingini

Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík og sjúkrahúsverkið, og fitt av fólki var komið saman (Mynd: hmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri almennari móttøku týsdagin, í sambandi við at gomlu læknahúsini í Klaksvík eru liðugt umvæld og tikin í nýtslu.

Hetta var ein stórur dagur fyri sjúkrahúsið í Klaksvík, og fitt av fólki var komið saman. Millum annað vóru eisini fólk úr almennu umsitingini.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, fegnast um, at søguríka húsið í Klaksvík nú hýsir fyrisitingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landsstýriskvinnan við heilsumálum segði millum annað soleiðis í røðuni hon helt til móttøkuna:

- Húsini hava verið ein týðandi partur av sjúkrahúsverkinum her í økinum, og nú fáa húsini eina nýggja og virðiliga uppgávu – at vera karmur um at fyrisita og menna Sjúkrahúsverkið.

Gamla læknahúsið hevur eina søgu, sum fevnir um eina góða øld: Frá 1923, tá húsið var bygt til læknabústað og viðtalu, til tað í dag er umbygt til eitt nýmótans fyrisitingarhús.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

18 Leygardagur 10. mai 2025

Seinasta paradís á jørð fær øgiliga móttøku í Danmark

Skoðsmálini eru millum 4 og 6 stjørnur, og jaligu viðmælini eru nógv um dagarnar, nú filmurin er á løriftinum í 58 donskum biografum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Tað man vera eindømi, at ein føroyskur spælifilmur hevur fingið so nógv ummæli uttanlands, sum "Seinasta paradís á jørð" hevur fingið seinastu dagarnar, og at tey hava verið somikið góð.

Skoðsmálini eru millum 4 og 6 stjørnur, og jaligu viðmælini eru nógv um dagarnar, nú filmurin er á løriftinum í 58 donskum biografum, umframt Havnar Bio í Føroyum.

Politiken skrivar: "Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan, skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og royndum filmslandið." Og gevur filminum 5 av 6 stjørnum. 

Alt for Damerne, gevur somuleiðis 5 av 6 stjørnum, og kallar filmin fyri eina "atlantshavsperlu". Sama karakter gevur Avisen Danmark og lýsir filmin sum "fabelaktigan". Meðan Cinema Online ger bart, og gevur "Seinasta paradís á jørð" 6 av 6 stjørnum. 

En Korte Avis sigur um filmin: "Hetta er bæði ein vakur og rørandi filmur, á tremur við vøkrum (náttúru)myndum, fortaldur í eini sera spakuligari frásøguferð, og fyltur við sympatiskum, inniligum og hjálpsomum leiklutum."

Soundvenue skrivar "Seinasta paradís á jørð endar sterkt og rørandi við einum lítlum glotta av vón mitt í óvissuni í lívinum. Kanska er tað í lagi, at vera tann, sum verður verandi."

Kulturpanelet kallar filmin sjáldsaman og óvanliga vakran, og heldur fram: "Kanska hava vit her svarið upp á ta ævigu leitanina eftir samleika og lukku – í minsta lagi tann góða hálvan annan tíman, sum filmurin varar." Meðan Berlingske lýsir filmin sum "sera góðan" og Information kallar hann "stillisliga góðan". 

Í ummæli frá Ritzau, ið eitt ótal av donskum lokalavísum hava prentað, sigur ummælarin: "Seinasta paradís á jørð" er bæði nærverandi, fantasifullur, radikalur og ein innara ferð í myndum."

Lýsingin hjá kulturen.nu er somuleiðis beinrakin: "Seinasta paradís á jørð er ikki ein fínpussaður mainstreamfilmur. Men lýsir sera nærlagt ta máttloysið, sum kann raka okkum – tá okkurt størri uttanífrá gevur okkum ein frammaná."

Filmurin er enn á skrá í Havnar Bio, og kann nú eisini upplivast við ávikavist donskum og enskum teksti. Í Danmark er hann á skrá í 58 biografum, so til ber enn hjá útisetum, ið skunda sær, at uppliva hann í sínum egna biografi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

19 Leygardagur 10. mai 2025

Ársins fyrsta ferðamannaskip í Funningi

Ultramarine hjá Quark Expeditions legði leygardagin leiðina fram við Funningi. Skipað var fyri alskyns lokalum upplivingum

(Mynd: Runavíkar Havn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasta leygardag legði ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Expeditions leiðina framvið Funningi.

[object Object](Mynd: Runavíkar Havn)

Ferðafólk og manning vórðu førd í land við skjóttgangandi gummibátum, har lokala cruisetoymið vóru klár at taka ímóti gestunum.

Vitjanin var væl eydnað fyri allar partar, sigur Runavíkar havn.

[object Object](Mynd: Runavíkar Havn)

Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum.

Umboðsfelag hjá Ultramarine í Føroyum er Faroe Ship.

Næsta skip kemur til Funnings leygardagin 4. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

20 Leygardagur 10. mai 2025

Kristina og Ólavur til Berlin at framføra

12. mai verður konsert við føroyskum tónleiki í sambandi við stóra klassiska tónleikatiltakið Classical:NEXT í týska høvuðsstaðnum

(Mynd: Uni Árting/Nikolaj Lund)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin 12. mai verður konsert við føroyskum tónleiki í sambandi við stóra klassiska tónleikatiltakið Classical:NEXT í týska høvuðsstaðnum Berlin. Kristina Thede Johansen á saksofon og Ólavur Jakobsen á gittar, fara at spæla soloverk eftir tónaskøldini Onnu Katrin Øssursdóttir á Egilstrøð og Sunleifi Leivsson Rasmussen.

Klassiskur tónleikur í Føroyum hevur verið í stórari menning seinastu 30 árini. Tónsaskøld fáa verk síni framførd og føroyskir tónleikarar virka á øllum pallum uttanlands. Lutfalsliga eru nógvar útgávur, ið fleiri hava fingið sera góð altjóða ummæli. Hin klassiski pallurin í Føroyum hevur eisini seinastu árini skipað fyri sera stórum tiltøkum.

Luttøkan á hesari stevnu - ein av teim allarstórstu klassisku tiltøkum, kom í lag í fjør, tá ið Ólavur Jakobsen og Sunleif Leivsson Rasmussen umboðaðu Føroyar, saman við hinum norðurlendsku londunum. Tað vóru Faroese Music Export (FMX), Felagið Føroysk Tónaskøld, Aldubáran og Einleikarafelag Føroya, ið tóku stig til hetta.

Faroe Music Export (FMX) fekk so í ár møguleikan at skipa fyri eini føroyskari konsert, og at hava egnan bás á stóru stevnuni í milliónbýnum Berlin.

Luttøkan hjá føroyska tónleikinum hevur fingið heitið: The periphery in the center – útjaðarin í miðdeplinum.

Kristina og Ólavur úr Aldubáruni, fara at spæla tvey sermerkt verk.

Talan er um tvey monumental soloverk við elektroniskum og eftirgjørdum effektum, fyri ávikavíst saksofon og gittara. Ein annarleiðis tónleikauppliving, har akkustisku ljóðførini og solistarnir, ið leika uppá, fáa mótspæl/viðspæl frá teldutøknini, ið viðgerð náttúrligu ljóðini, og síðani varpar tey víðari til áhoyraran. Stundum er ljóðið nærum menniskjaligt, men so líðandi tekur tøknin yvir, og tórført er at taka dagar ímillum, hvørt tað er tøknin ella menniskjað, ið skapar.

Faroese Music Export, Felagið Føroysk Tónaskøld og tónleikabólkurin Aldubáran standa fyri ferðini. Stuðlar eru Loftbrúgv, Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

21 Leygardagur 10. mai 2025

Hvørvisjónin skal standa sína roynd í Eurovision

Tað fer at henda meira á pallinum í Basel enn tað gjørdi í Herning, sigur Sissal Jóhanna Niclasen

(Mynd: Eurovision)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og toymi hennara eru komin til Basel og fyrireika stóru framførsluna í seinna Eurovision undanumfarinum, sum verður hósdagin í næstu viku.

Eurovision hevur lagt myndir út av framførsluni hjá Sissal. Eitt sonevnt "First look".

Og tað sær spennandi út. Grøna svimjidraktin, sum varð brúkt í Herning, er ikki sloppin við, men tað er hinvegin ein blá drakt og ein frakki.

- Pallsetingin er nógv broytt síðan Herning. Vit hava ein hálvsirkul úr toyi sum flákrar og skiftir lit. So hava vit royk og fýra dansarar, sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen.

- Tað verður einføld pallseting, men tað verður nógv at fyrihalda seg til og arbeitt verður nógv við orðinum hallucination, hvørvisjón, greiðir hon frá.

Sissal skal framføra til seinna undanumfarið hósdagin 15. mai og kappast um at koma í finaluna. Finalan verður leygardagin 17. mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

22 Leygardagur 10. mai 2025

Kringvarpið vísir Eurovision Song Contest 2025

Bæði undanumførini og finalan verða víst beinleiðis í sjónvarpinum og stroymd á heimasíðuni

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir samráðingar við bæði European Broadcasting Union (EBU) og DR hevur Kringvarpið fingið rættindini til at samsenda Eurovision Song Contest 2025 saman við DR. Kringvarpið vísir báðar hálvfinalurnar ávikavist týskvøldið 13. mai og hóskvøldið 15. mai og síðani finaluna leygarkvøldið 17. mai. 

Eurovision Song Contest er størsta og elsta tónleikakapping í heiminum. Evropasangkappingin verður í ár send beinleiðis úr Basel í Sveis við luttakarum úr í alt 37 londum. Bara 10 av í alt 15 londum, ið presentera sín sang í fyrru hálvfinaluni, fara víðari til ta stóru finaluna leygarkvøldið. 

Í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið verður avgjørt, um Danmark sleppur at luttaka í stóru finaluni leygardagin. Í ár er umboðið fyri Danmark føroyska sangarinnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við listanavninum Sissal. Hon fer á pallin við sanginum Hallucination.

Føroyskt toymi sigur frá kappingini
Tvey starvsfólk úr Kringvarpinum leggja leiðina til Basel, tað eru Rúni Jákupsson, programmfólk, og Gestur Janusarson Lómstein, fotografur. Teir tryggja, at føroyingar fáa feskastu tíðindini úr Basel við innsløgum, samrøðum í útvarpinum og greinum á heimasíðu Kringvarpsins.  

Beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni
Øll trý kvøldini við Eurovision sendir Kringvarpið beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo. 

- Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20 
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20
- Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20

Gunnar Nolsøe verður frásøgufólk úr Sortudíki 
Føroyingar kunnu fylgja við øll trý Eurovision-kvøldini, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá. Kringvarpið fær signal úr DR uttan danska viðmerkjaran. Tó verða danskir undirtekstir, tá ið tað verður tosað enskt í sendingini.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

23 Leygardagur 10. mai 2025

Sissal: - Tað er stuttligt men eisini nógv á skránni

Man verður kendur aftur ymsastaðni, og nú vit eru komin til Sveis skal tað síðsta uppá pláss, staðfestir Eurovision-luttakarin fyri Portalinum

Sissal og toymi í Kastrup undan fráferð til Sveis
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Onkuntíð eri eg spurd um at taka myndir saman við fólki í Danmark. Man verður kendur aftur ymsastaðni. So havi eg verið til onkrar "pre-parties" (undanveitslur, red.) í ymiskum londum og millum annað hitt nógvar fjepparar og aðrar luttakarar har. Sum heild hava vit havt ógvuliga nógv at gera, men tað hevur verið stuttligt.

Soleiðis svarar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Basel, tá Portalurin fekk fatur á komandi Eurovision-luttakaranum. Vit spurdu hana um, hvat serliga hevur merkt tíðina síðani sigurin í Melodi Grand Prix.

[object Object]
Sissal Jóhanna í Herning - nógv er hent tveir teir seinastu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Sum 30-ára havnarkvinnan sigur, so er nógv at hugsa um í øllum stuttleikanum og spenninginum, og soleiðis verður eisini í Sveis. Sissal kom til landið í gjár og skal nú veruliga gera seg til reiðar til hálvfinaluna næsta hósdag:

- Dagarnar í Basel vera "busy". Nú vera tað fundir, klædnaroyndir, samrøður og hesa vikuna vera tvær royndir í sjálvari høllini: Ein í dag og ein fríggjadagin. Tað verður ógvuliga nógv at gera. Vit hava ein frídag áðrenn hálvfinaluna - tað er tað.

Sissal Jóhanna staðdfestir annars fyri Portalinum, at "nógvar broytingar" vera á pallinum, í mun til tað sum sást til Melodi Grand Prix. Eitt er tað sum hon verður í - eitt annað er, at meira fer at henda á pallinum.

Føroyingurin sigur at enda, at tað er ein "góð búkkensla", í mun til at vinna sær finalupláss nú ein stór vika er til hálvfinaluna. Tó verður einki tikið fyri givið. Meira um hetta seinni í vikuna.

Eurovision skrá

- Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20 
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20 (Sissal syngur her sum nummar ellivu í røðini)
- Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20

Sí eisini: (Video) Sissal Jóhanna og Jørgen Olsen í duett

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

24 Leygardagur 10. mai 2025

Kári P verður millum nøvnini á Summar Festivalinum

Fólkakæri havnarmaðurin skal framføra í Klaksvík í august við hansara mongu slagarum

Hann er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Meistarligi sangskrivarin fer at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum á Summar Festivalinum í august

Hann er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar og hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum, útgávum og framførslum. 

- Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen. Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni Vælferðarvísur. Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin".

- Kári P hevur givið okkum sangir sum "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" og fleiri. Hann er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir. 

Tað er harvið eitt stórt úrval av sangum, sum so nógvir føroyingar kenna, sum havnarmaðurin kann taka við sær til Klaksvíkar seint í summar: Sangir úr stóra sangskatti sínum.

Summarfestivalurin hevur eisini hesa vikuna kunngjørt onnur føroysk nøvn, sum vera við á festivalinum í ár:

Ester Skála
Dynamitt
Kalas
Páll Finnur Páll



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2025

25 Leygardagur 10. mai 2025

Elektroniskur veitslurómur á G!

Elektroniski tónleikurin skal tryggja veitslurómin - G! kunngjørdi tey seinastu nøvnini í vikuni

DJ 2xSlay
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Veitslurómur skal vera á G!, og festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum øll hava okkurt við elektroniskan tónleik at gera, so ella so.

[object Object]

Anamē

Anamē er gamalt norðurlendskt orð, ið merkir at tillaga. Hetta er eisini DJ navnið hjá svenska Marcus Schössow og norska Thomas Sagstad.

Teir ferðast kring knøttin og diska í alskyns veldigum veitslum, bæði í klubbum og á festivalum. Ljóðið er eyðkent við kenslubornum løgum og framfýsnum hústónleiki.

[object Object]

DJ 2xSlay & Trygvi

Hóast tað fara at standa trý fólk á palli, so skalt tú telja upp í tvey, ella bara eitt um tú vilt. Hettar verður ein stór løta, við tveimum ymiskum nøvnum, har annað er ein duett og hitt ein solistur.

DJ 2xSlay eru tær báðar, Barbara og Sólja, sum síggja út sum dagur og nátt, og tær spæla líka ymiskan tónleik sum tær síggja út, men alt er sovorið tú vónar at hoyra í eini veitslu.

Og hin er Trygvi, sum eftir hondini er vorðin ein av kendastu diskarunum í føroyska náttarlívinum, har hann kanska er mest kendur fyri síni endurmiks av føroyskum klassikkarum, sum altíð fær øll at raka hægstu tindar í veitsluhøpi.

[object Object]

Sandavágur Soundsystem

Vit fara líka at læna nøkur útlendsk orð og hugtøk: Sound System. Reggae. Dub. Dancehall. Vinyl.

Kennir tú hesa samanseting av orðum, tá skilur tú longu hvat slag av framførslu talan er um, og tú følir longu bassin í búkinum og fært hug at vagga í takt við tónleikin. Talan er um diskara, Sandavágur Soundsystem, sum brúkar vinylplátur, og hann fer at diska við reggae og dub tónleiki. Bassurin verður hart frá og tú fert heilt sikkurt at vagga við til tølandi stevið.

[object Object]

Silent Disco Club

Seinastu tvey árini hava nógv staðið og dansa í stillum á G!. Tað hevur sæð løgið út, tí eingin tónleikur hevur verið at hoyrt. Men fólkini hava smílst og flent og hava sungið og skrálað, men ofta púra ymisk løg samstundis, og tey hava verið ílatin litfagrar oyrabúffar.

Hettar hevur verið til Silent Disco Club, sum vit og tit eru so sera glað fyri, og sum tað hevur eyðnast okkum at fáa á skrá aftur í ár! Hesuferð verður gjørt eitt sindur meira burturúr og teir hava enn fleiri oyrabúffar við sær.

G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

26 Leygardagur 10. mai 2025

Sangir Esters á ljósareyðari LP plátu

Sjey sangir í pink pop stíli eru á nýggju plátuútgávuni hjá Ester Skála

(Myndir: Súsanna Smith Johansen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Unga sangkvinnan Ester Skála ger altsamt meira vart við seg við sínum sangum og ljósareyða ljósareyða tónleikaheimi, ið verður lýstur sum ‘sweet pink pop’.

Nú um dagarnar kom LP útgáva við sjey av hennara sangum. Sjey sangir eru á plátuni, sum nærum er eitt gjøgnumført listaverk, har nógv er gjørt burtur úr samleikanum, og sjálv plátan er – sjálvandi – eisini ljósareyð/pink.

Um stílin sigur Ester sjálv:

- Mín stílur er pink-pop tónleikur við einum søtum og dreymakendum dæmi. Mest av løgunum snúgva seg um hjartasorg, men eru pakkað væl inn í (pink) pop, electronic og hyperpop. Tónleikurin er góður til tað gráa føroyska veðurlagið, har tað kemur inn í dagligdagin við eitt lituríkt spark.

Ester hevur sjálv skriva løg og tekstir. Upptøkurnar eru gjørdar í Kristuff Studio saman við Kristoffuri Mørkøre, sum hevur framleitt, spælir ljóðførini og við varligari hond og listarligum dýpi hjálpt til at forma ljóðheimin hjá LP’ini.

Súsanna Smith Johansen hevur tikið myndirnar, og viðurkendi listamaðurin Jón Sonni Jensen hevur gjørt grafiska arbeiðið. Plátan er framleidd hjá Nordsø Records í Keypmannahavn. Tutl gevur út.

Sangirnir á plátuni eru:

  1. Blue Eyes
  2. Spotlight
  3. Become
  4. Mellow Cat
  5. Ring On It
  6. Friends
  7. Unicorn 

Unicorn kann eisini hoyrast á talgildum pallum sum Spotify og Apple Music.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

27 Leygardagur 10. mai 2025

21 føroyskar konsertir í Onglandi í fýra dagar

- Hetta má vera eitt av teimum størstu føroysku mentanarátøkunum, sum nakrantíð eru framd uttanlands – í øllum førum innan tónleik, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX

Joe & the Shitboys
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein stór føroysk innrás verður í Onglandi seinni í hesum mánaðinum, tá heili 21 konsertir verða við føroyskum tónlistafólkum har í fýra dagar. "Eitt av teimum størstu mentanarátøkunum, vit nakrantíð hava framt uttanlands," sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen. 

Sum áður fráboðað eru átta føroysk tónlistafólk og -bólkar skjótt á veg til The Great Escape festivalin fyri at spæla konsertir og imponera altjóða tónleikavinnuna og enskar áskoðarar.

Øll tónlistafólkini fara at spæla tvær konsertir hvør í Brighton, umframt at tað nú er staðfest, at tað verða tríggjar konsertir í víðagitna plátuhandlinum hjá útgávufelagnum Bella Union (sum m.a. umboðar Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant m.o.). 

Tríggjar eyka konsertir í London

Sum um tað ikki var nóg mikið, eru vit harumframt eisini fegin um at kunna boða frá, at tað verða tríggjar føroyskar konsertir í London tann 19. mai, bert tveir dagar eftir The Great Escape.

Konsertirnar verða hildnar á Colours Hoxton í tí vælumtókta Shoreditch økinum. Saman við teimum trimum konsertunum verður ein móttøka, har nógv fólk úr altjóða tónleikavinnuni verða boðin, umframt at áskoðarar, sum keypa atgongumerki luttaka.

Í alt telja øll hesi átøk 21 konsertir. 

Størsta tónlistaátak uttanlands nakrantíð?

- Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er torført at máta, hvat ein kann rópa stór átøk, tá ið tað snýr seg um mentan, men hetta má sigast at vera eitt av teimum størstu føroysku mentanarátøkunum, sum nakrantíð eru framd uttanlands – í øllum førum innan tónleik.

- Tá vit eisini vita, at Føroyar eru sera væl umboðaðar á Classical:Next í Berlin í somu viku, umframt at føroyska Sissal skal vera við í finaluni í Eurovision somu dagar, er hetta uttan iva ein risastór vika fyri føroyskan tónleikaútflutning, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.

Tey luttakandi

Tey, sum fara at framføra í Onglandi, eru Eivør, Tamara Mneney, Jazzygold, Aggrasoppar, Elinborg, Silvurdrongur, Ragnar Finsson og Joe & The Shitboys.

Umframt tónlistafólkini, sum spæla, fer ein sendinevnd við umboðum úr føroysku tónleikavinnuni til Onglands fyri at fáa sum mest burturúr hesum átøkunum.

The Great Escape festivalurin verður hildin millum 15. og 17. mai, og konsertirnar í London verða 19. mai. Atgongumerki eru nú tøk til allar konsertirnar.

[object Object]
Eivør (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Aggrasoppar

[object Object]
Jazzygold

[object Object]
Ragnar Finsson

[object Object]
Elinborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Tamara Mneney



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

28 Leygardagur 10. mai 2025

Nýggjur barnafestivalur á Skálatrøð

Barnafestivalurin Okkara Børn verður hildin sama dag og á somu staðseting sum Okkara Land, 21. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

21. juni verður ein stórur dagur á Skálatrøð.

Fyri fyrstu ferð verður ein stórur barnafestivalur – Okkara Børn – hildin sama dag og á somu staðseting sum festivalurin Okkara Land.

Okkara Børn festivalurin verður frá klokkan 12 til 15, og hetta verður ein dagur fullur av látri, tónleiki og spennandi upplivingum fyri børn og vaksin.

Á skránni eru kend og elskað nøvn sum: Morten Münster & Tobias, sum børnini kenna frá YouTube og sosialum miðlum. Angela & Hannibal koma við fullum skemti og sirkusføri. Trølla-ættin við Pæturi, Ommuni og Ommudidd tekur børnini við á eitt stuttligt ævintýr.

DJ Kingz fer at skapa barnadansigólv við góðum tónleiki og stemningi.

Hetta verður ein familjuvinarligur og tryggur festivalur, har tað verður pláss fyri øllum – við stuttleika, kappingum og góðum mati. Ókeypis verður at hoppa í hoppiborg.

Tey sum eru í fylgi við børnum, og hava ognað sær atgongumerki til Okkara Land, sum er frá kl 17 til 03, sleppa ókeypis inn til Okkara Børn, sum er frá kl 12 til 15.

Seinni á degnum – frá kl. 17 til 03 – verður Okkara Land fyri tey vaksnu við stjørnum sum Lou Bega, Jacob Haugaard, ABBA Tribute, Grandma’s Basement og fleiri øðrum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

29 Leygardagur 10. mai 2025

Jarðfeingi borar nú CO2 hol

Hetta er partur av stórari granskingarverkætlan "Føroyar sum CO2 goymsla" at kanna møguleikarnar at brúka basaltið í føroysku undirgrundini til goymslu av CO2

Borivognur hjá Jarðhita borar her djúpasta holið hjá felagnum higartil í Føroyum nærhendis Førka (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Boringin er partur av einum samstarvi millum Equinor, 44.01 og Jarðfeingi, sum stendur fyri sjálvari verkætlanini.

Borað varð niður á 500 metra dýpi á økinum hjá Førka, og tað er felagið Jarðhiti, sum stóð fyri boringini. Endamálið er at kanna góðskuna á goymslum í undirgrundini í økinum kring Førka.

[object Object]Ørvur Heinesen, stjóri í Jarðhita saman við svenska boraranum við boriholið nærhendis Førka (Mynd: Jan Müller)

Talan er um at finna fram til, um føroyska basaltið er vælegnað til goymslu av koltvísúrni, CO2. Kanningar higartil eru sera jaligar og vísa, at føroyska undirgrundin kann vera vælegnað til at loysa nakrar av stóru avbjóðingunum, sum eru knýttir at vaksandi nøgdini av CO2 í umhvørvinum.

[object Object]

Tað er felagið Jarðhiti, sum tekur sær av hesi spennandi uppgávuni fyri Jarðfeingi. Ørvur Heinesen, stjóri í felagnum, sum hevur staðið fyri nógvum jarðhitaboringum seinastu árini, sigur, at hetta er tað djúpasta holið teir hava borað higartil.

Teir taka so upp tilfarið frá boriholinum við millumbilum, sum Jarðfeingi so fær til at kanna. Eftir boringina fara fólk frá Jarðfeingi og serkønum útlendskum felag at lora kanningartól niður í holið og har gera ymsar mátingar, sum so skulu brúkast víðari í komandi kanningararbeiðinum, ið m.a. verður stuðlað av ES.

[object Object]

Í sambandi við hesa stóru DecarbFaroe verkætlanina, sum í høvuðsheitum snýr seg um fangan og goymslu av CO2, varð skipað fyri verkstovu á Jarðfeingi fyrr í ár við luttøku av bæði vinnuni og myndugleikum.

Við vóru umboð fyri IRF, SEV, Brennistøðina í Havn, Bakkafrost, Umhvørvismálaráðið, Vinnumálaráðið og FOÍB.

[object Object]Umboðið fyri Equinor, sum saman við Óluvu Eidesgaard á Jarðfeingi, stendur fyri kanningararbeiðinum. Her saman við stjóranum á Jarðhita 

[object Object]CO2 boringin verður gjørt í hesum økinum nærhendis Førka og ídnaðarøkinum á Sundi og stóra SEV verkinum. Ber til at ímynda sær, at eitt slíkt borihol í framtíðini kanska kann taka sær av øllum útlátinum frá eitt nú SEV verkinum?  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

30 Leygardagur 10. mai 2025

Føroyskt íkast til at minka um veðurlagsbroytingar

Ein máti at gera hetta er at goyma CO2 í undirgrund, ið er bygd upp av basalti. Hetta verður staðfest í vísindaligari grein í altjóða tíðarriti um føroysku fláarrøðina sum goymslugrýti til CO2.

Frá tiltaki á Jarðfeingi fyrr í ár um at brúka føroysku undirgrundina at goyma CO2. Her Rakul Maria Johannesen, sum er ein av stigtakarunum til verkætlanina (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein nýggj vísindalig grein um føroysku undirgrundina er júst útkomin í altjóða tíðarritinum Basin Research. Greinin snýr seg um, hvussu vit kunnu gagnýta tær dátur og vitan, ið vit hava frá kanningum gjørdar í sambandi m.a. við oljuleiting og tunnilsgerð, til at kanna møguleikarnar fyri CO2-goymslu her í Føroyum.

[object Object]

Rakul M. I. Johannesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Janu Ólavsdóttir og Óluvu Eidesgaard á Jarðfeingi, Olivier Galland frá Universitetinum í Oslo, Lars Ole Boldreel frá Universitetinum í Keypmannahavn og Kim Senger frá Universitetssentrinum á Svalbard.

[object Object]Partur av verkætlanini er at bora eitt 500 metra djúpt hol. Tað varð gjørt í vikuni

Fyri at røkka málunum um at minka um veðurlagsbroytingarnar er neyðugt at gagnýta tøknina, har CO2 verður goymt í undirgrundini (Carbon Capture and Storage), hetta slær IPCC fast. Ein máti at gera hetta er at goyma CO2 í undirgrund, ið er bygd upp av basalti. Fyri at gera hetta er alneyðugt at kenna undirgrundina til fulnar, og her hava vit í Føroyum ein fyrimun við øllum tí arbeiði, sum longu er gjørt.

Greinin vísir á, hvussu vit við at samla ymiskar dáturnar saman í ein 3D-dátugrunn (m.a. boringar, hæddarmodell, dýpdardátur og seismikk) kunnu fáa enn meiri vitan burturúr. Við hesum dátugrunninum kunnu vit t.d. kortleggja fláirnar tvørtur um firðir, sum áður hevur víst seg at vera avbjóðandi.

[object Object]

[object Object]

Greinin slær millum annað fast, at tað ikki er umskarðing í Skopunarfirði, sum annars áður hevur verið hildið, og at fláirnar hella orsakað av upplyfti vestan fyri Føroyar. Hesar báðar niðurstøðurnar hava stóran týdning, tá ið vit skulu eftirmeta, hvussu CO2 flytir seg í føroysku undirgrundini.

> Les greinina her <

Kelda: jf.fo



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

31 Leygardagur 10. mai 2025

Landsstýriskvinnan á altjóða fundi um veðurlagsbroytingar

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur seinastu dagarnar luttikið á stóra veðurlagsfundinum Copenhagen Climate Ministerial. Fundurin savnaði umleið 40 veðurlagsleiðarar úr øllum heiminum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var við trimum endamálum fyri eygað; at tryggja at lyftini, ið vórðu givin á COP28 og COP29 verða til veruleika, at strongja á framfýsin veðurlagsátøk og at fáa eina ambitiøsa avtalu á COP30 í heyst skrivar Umhvørvismálaráðið í tíðindaskrivi.  

Á fundinum var somuleiðis staðfest, at tað fer ikki at bera til at náa málinum um at halda hitaøkingina undir 1,5 stig, og tí verður bæði neyðugt at taka meira umfatandi stig í komandi tíðum, samstundis sum størri dentur má leggjast á, at lond tillaga seg til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

[object Object]

Besta verjan móti veðurlagsbroytingum er at minka um útlátið. Men av tí at átøkini hava verið ov fá og ov sein, so merkjast veðurlagsbroytingarnar longu nú kring allan heim. Turkur, skógareldar, vatnflóðir og stormar gerast alsamt vanligari kring heimin, og hetta hevur størst ávirkan, har fátækradømi er umfatandi og illa ber til hjá londum at brúka pening til at tillaga seg til broytta og ógvusliga veðrið.

Á Copenhagen Climate Ministerial var tí serligur dentur lagdur á, hvussu vit stuðla menningarlondum í betri at standa ímóti veðurlagsbroytingunum, og hvussu vit fáa økt fíggingina til veðurlagsátøk í menningarlondum. Semja var um, at heimsins ríkastu lond í størri mun skulu málrætta sína menningarhjálp, so at fokus er á at betra møguleikarnar hjá menningarlondum at minka um útlátið, at styrkja mótstøðuførið og tillagingina til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

[object Object]

Myndir: Umhvørvismálaráðið og Klima-, Energi-, og Forsyningsministeriet

Kelda: Umhvørvismálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

32 Leygardagur 10. mai 2025

Hvítur roykur í Rom - nýggi pávin er amerikanskur

Nýggi pávin er Robert Francis Prevost. Hann fær navnið Leo XIV

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

69 ára gamli Robert Francis Prevost verður nýggjur pávi. Hann fær pávanavnið Leo tann 14., ella Leo XIV.

Hetta er fyrstu ferð, at ein amerikanari er valdur til páva.

Tað tók sostatt teimum gott 130 kardinalunum eitt knapt samdøgur at finna fram til nýggjan páva. Teir savnaðust í Sixtinska kapellinum út á sennapartin mikudagin, og eftir nakrar ferðir við svørtum royki úr skorsteininum á Sixtinska kapellinum, kom hvítur roykur seint seinnapartin hósdagin, og fjøldin á Pætursplássinum fegnaðist.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

69 ára gamli Robert Francis Prevost kemur upprunaliga úr Chicago. Tað var Frans pávi, sum útnevndi hann til kardinal í 2023.

Hann er bæði amerikanskur og peruvianskur ríkisborgari. Hann er eisini fyrsti amerikanarin, ið verður útnevndur til páva.

Prevost hevur verið trúboðari í Peru, og var frá 2015 til 2023 bispur í peruvianska havnabýnum Chiclayo.

Umframt at vera kandidatur frá teologiska katólska skúlanum í Chicago, er Prevost eisini bachelor í matematik frá Villanova universitetinum nærhendis Philadelphia.

Hann var 1977 innlimaður í Augustinaraordanin og gav síni lyfti í 1981. Eftir at hann varð útnevndur prestur í 1982 gjørdist hann partur av augustinsku missiónini í Peru, og hann stóð í tíggju ár á odda fyri augustinska seminarinum í Trujillo í Peru innan hann vendi aftur til Chicago.

Í 2024 fór hann aftur til Peru, har hann síðan gjørdist erkabispur í Chiclayo.

[object Object]
Nývaldi pávin lýsir signing yvir fjøldina á Pætursplássinum stutt eftir at hann var kosin pávi fríggjadagin (Mynd: EPA)

[object Object]
Leo XIV helt sína fyrstu messu sum pávi í Sixtinska kapellinum í gjár, fríggjadagin (Mynd: EPA)
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

33 Leygardagur 10. mai 2025

Trump vil lata Alcatraz uppaftur sum fongsul

Oyggin hevur ikki verið brúkt at hýsa brotsfólkum síðan 1963

Alcatraz liggur beint út fyri San Francisco (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur luftað tankarnar um at lata víðagitna fongslið, Alcatraz út fyri kalifornisku strondini, uppaftur.

Sambært forsetanum, er arbeiðið longu sett í gongd.

Á Truth Social skrivar Trump, at USA leingi hevur verið plágað av “óndum, harðrendum kriminellum, ið aldri fara at koma við øðrum enn vesaldómi og líðing”.

- Tí biði eg í dag amerikanska fongslulsmyndugleikan (Bureau of Prisons, -red.) í samstarvi við løgmálaráðið, FBI og Homeland Security, um at lata upp aftur eitt víðkað og útbygd Alcatraz – til at hýra teimum mest eirindaleysu og harðrendu brotsfólkunum í Amerika, skrivar forsetin.

Ikoniska fongslið, ið liggur á eini lítlari oyggj í víkini við San Francisco, hýsti frá 1934 til 1963 teimum mest harðrendu lógbrótarunum, teirra millum mafia-bossinum Al Capone og yvirgangsmanninum George 'Machine Gun' Kelly.

Fongslið lat aftur, tá tað gjørdist nógv dýrari at reka tað enn onnur fongsul, tí at allar vørur til fongslið skuldu siglast út við skipi.

Tað eru nú meira enn 60 ár síðan at lítla oyggin virkaði sum fongsul. Tí skal tað eftir øllum at døma gerast stórar íløgur, áðrenn tað aftur kann hýsa dømdum lógbrótarum.

Nú á døgum er oyggin ein ferðafólkamagnetur við hálvaaðrari millión vitjandi um árið. National Park Service undir amerikanska innanríkisráðnum tekur sær av bygningunum á oynni.

Sambært Trump verður uppafturlatingin eitt tekin um lóg, ordan og rættvísi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2025

34 Leygardagur 10. mai 2025

Rættarmálið móti Sean “Diddy” Combs byrjað

Er ákærdur fyri eina røð av brotsverkum í sambandi við fyriskipan av stórum rúsevna- og sex-veitslum

Sean "Diddy" Combs (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuni byrjaði stóra rættarmálið, har kendi amerikanski rapparin, Sean “Diddy” Combs, er ákærdur fyri kynslig brotsverk. Fyrst á skránni er val av nevningum.

Diddy er undir illgruna fyri at hava stýrt ein skipaðan kriminellan felagsskap, har hann við harðskapi og hóttanum yvir eitt 15 ára tíðarskeið hevur noytt kvinnur og menn í sexídnaðinum at vera við í rúsaðum sexveitslum.

Sean Combs er kendur undir fleiri listafólkanøvnum, umframt “Diddy”, t.d. “Puff Daddy”, “P. Diddy”, “Brother Love” og “Love”.

Sambært ákærunum eru offrini brúkt sum kynsligir trælir.

Sex-veitslurnar hjá Diddy hava verið kendar sum “freak offs”, og sambært ákæruni hava nógvir kendir persónar tikið lut í hesum veitslunum. Ákærin hevur sagt, at ein listi við nøvnum á hesum fólkum fer at vera almannakunngjørdur í sambandi við rættarmálið.

Rættarmálið fer væntandi at taka fleiri vikur. Ákærin, Emily Johnson, hevur sagt, at staturin skal brúka minst tríggjar vikur til at leggja málið fram, meðan verjin hevur sagt, at tey hava brúk fyri einari viku.

[object Object](Mynd: EPA)

Umframt ákærurnar frá almenna ákæranum, hava yvir 100 persónar stevnt Diddy fyri ymsum sløgum av harðskapsmálum, valdstøkur og onnur kynslig brot.

Diddy, sum fyri at hava gjørt nakað skeivt, kann roka við møguliga at sita restina av lívi sínum í fongsli.

Illgrunin móti Sean “Diddy” Combs røkkur aftur til 2004.

Listin av vitnum, sum eru hava verið fangað í kynsbrotsætlanunum hjá Diddy, er langur.

Offrini, sum FBI hevur avhoyrt, hava greitt frá, at tey hava verið tvingað til at fremja ymisk sløg av kynsligum tænastum í sambandi við veitslurnar. Diddy skal hava hótt við harðskapi og at oyðileggja teirra rykti, um tey ikki aktaðu boðum hansara.

Fleiri av offrunum vórðu burturflutt og doyvd við rúsandi evnum undan sex-veitslunum, sum kundu vara í fleiri dagar. Veitslurnar vóru so intensar, at offrini ofta fingu dropp fyri at koma fyri seg aftur.

FBI hevur eitt nú lagt hald á túsund fløskur av babyolju og glíðikremi, ið varð brúkt til veitslurnar í heiminum hjá Diddy.

Veitslurnar vórðu ofta eisini filmaðar, og sambært ákæruvaldinum fara nakrar av hesum upptøkum at verða vístar í rættinum.

Keldur: Yle saman við AP, AFP, Reuters


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2025

35 Leygardagur 10. mai 2025

EM tryggjað - fara nú eftir 1. plássi

Tað stóð nógv á í tætta dystinum í Kosovo hóskvøldið, sum var merktur av kropsligum spæli, men við einum sterkum 2. hálvleiki bar tað á mál. Føroyar skulu til Oslo í januar 2026

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað var javnt, tað var hart, men tað var at enda søtt í Pristina.

Føroyskur hondbóltur hevur aftur gjørt tað. Eftir ein heldur illa spældan og ógvuliga rótutan 1. hálvleik, var tað betri eftir steðgin, og føroysku spælararnir tóku ábyrgd, tá ástóð - allir samlir.

Tað var ikki so nógv trýst frá heimaáskoðarunum, sum væntað frammanundan, men meira frá kopsliga sterku Kosovo-spælaranum. Teir snildaru og kvikaru vunnu tó at enda við tveimum málum, og Føroyar skulu til EM-endapælið í januar 2026.

Tað var hart spæl til tíðir, og í 1. hálvleiki høvdu Føroyar tað heldur tofrørt við at loysa upp. Eitt var at koma til møguleikarnar, men summir upplagdir málmøguleikar vóru eisini brendir.

[object Object]

Hákun West av Teigum átti nøkur av hesum skotunum. 23-ára gamli høgri vongurin brendi fýra skot.

Füchse Berlin-vongurin er tó heitur fyri tíðina, og Hákun West av Teigum vísti kaldleika eftir steðgin. Hetta kom serliga til sjóndar í mótálopum og úr sjey metrum: Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi tvey brotskøst, men so tók Hákun yvir - eins og móti Polandi til EM-endaspælið.

Hann skoraði fýra av fýra seinastu 25 minuttirnar, tá Føroyar fóru fram um Kosovo og vunnu sær tvey stig og EM-pláss.

Ein føroysk fólkainnrás væntast í Oslo. Men áðrenn føroyska liðið veruliga kann fegnast, so skulu Føroyar fara eftir 1. plássinum, tá Ukraina kemur til Tjarnir sunnudagin.

[object Object]

[object Object]

Sí allar myndirnar her

Bólkur 6  í EM-undankappingini: 
5. og næstseinasta umfar, hósdagin 8. mai

Ukraina - Niðurlond 29-35
Kosovo - Føroyar 23-25 (13-12)

1. Føroyar 7 stig 
2. Niðurlond 6 stig 
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 mál (fýra brotskøst - av fýra)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 mál (Tvey brotskøst)
Óli Mittún 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Ísak Vedelsbøl 1 mál

Sí samrøðurnar, sum vórðu gjørdar eftir dystin:

Elias: - Fegnast í kvøld - so fara vit eftir fyrsta plássinum

Hákun og Pauli: - Vit halda høvdið kalt og koma aftur í dystin

Peter Bredsdorff-Larsen: - Eru meira natúrligt glaðir enn í Eysturríki


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

36 Leygardagur 10. mai 2025

Norðmenn bjóða føroyingum vælkomnum

Norska hondbóltssambandið fegnast um, at føroyingar koma til Oslo um miðjan januar 2026

Mynd: Norsk Håndboldforbund
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað er langt síðani avgjørt, at um Føroyar spældu seg til EM-endspælið 2026, so skal liðið spæla sínar bólkaspælsdystir norska høvuðsstaðnum Oslo.

Tá plássið hóskvøldið varð fingið til høldar - við stríðssigri í Kosovo - var skjótt, at evropeiska hondbóltssambandið, EHF Euro, skrivaði: 

- Føroyar vístu seg væl fram í seinastu minuttunum móti Kosovo við at tryggja sær pláss í sínum øðrum EM-endspæli.  

[object Object]
Mynd: EHF Euro

Í norska hondbóltssambandinum fegnast tey eisini um, at føroyingarnir koma tíðliga næsta ár. 

- Føroyar eru til reiðar til EM 2026 og spæla bólkaspæl í Noreg. Hetta verður í Unity leikhøllini í Oslo/Bærum í tíðarskeiðnum 15.–20. januar 2026.

Í hinum bólkinum, sum verður í norska høvuðsstaðarøkinum, skal Noreg spæla.

Hvørji hini liðini vera, verður greitt í næsta mánaði tá lutakastið hevur verið. Føroyar skulu royna at vinna sær 1. plássið og betri treytir við at fáa stig móti Ukraina, sum vitjar við Tjarnir sunnudagin klokkan 17.

Tað eru nógvir føroyingar, sum longu hava bókað sær pláss til gistingrhús og annað í Oslo. Fleiri túsund standa á bíðilista hjá ferðaskrivstovum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

37 Leygardagur 10. mai 2025

Norrøna verður við í Oslo

Einir 1.200 áskoðarar fara at búgva umborð á Norrønu meðan EM-endaspælið verður í januar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norrøna verður brúkt sum hotellskip undir EM-endaspælinum í Oslo í januar 2026.

Eftir at Føroyar hóskvøldið tryggjaðu sær EM-luttøku, boðar Smyril Line í gjár frá, at Norrøna fer at sigla fólk til Oslo og heim aftur, umframt at virka sum gistingarhús teir dagarnar, endaspælið er.

[object Object]Tað verður væntandi gott lív umborð í nakrar dagar í januar 2026 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Norrøna tekur eini 1.200 ferðafólk. Ferðaseðlarnir verða settir til sølu 21. mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

38 Leygardagur 10. mai 2025

20 flogfør til Oslo í januar

Atgongumerkjasølan byrjar 21. mai. HSF hevur fingið tillutað 5.000 atgongumerki, men væntandi verða fleiri

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska A-landsliðið við monnum tryggjaði sær hósdagin pláss í EM-endaspælinum, ið verður spælt í Noregi, Danmark og Svøríki í januar 2026. Tað hevur leingi verið greitt, at um Føroyar koma við til EM-endaspælið verður spælt í Oslo. Dystirnir verða spældir 16., 18. og 20. januar 2026 í Unity Arena í Oslo.

Pláss verður fyri 8.500 áskoðarum til føroysku dystirnar í Oslo, og frá byrjan hevur HSF fingið tilluta áleið 5.000 atgongumerki. HSF hevur frá EHF fingið upplýst, at hetta talið fer væntandi at hækka, tá tey hava havt møguleika at samskifta við hini liðini í bólkinum um teirra tørv á atgongumerkjum.

Atgongumerkini verða seld í fýra ymsum bólkum:

Kategori 1: 2.565 NOK
Kategori 2: 1.863 NOK
Kategori 3: 1.485 NOK
Kategori 4: 945 NOK

Hetta er fyri atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum.

Atgongumerkjasølan verður á sølusíðuni hjá EHF og fyrireikarunum ,og byrjar mikudagin 21. mai kl. 10.

Ferðing

Eins og í 2024 fer Atlantic Airways at flúgva fjepparar til EM-endaspælið í hondbólti í Oslo í 2026. Til EM-endaspælið í Berlin vóru 10 beinleiðis flogferðir úr Føroyum til Berlin, men í januar kemur Atlantic Airways at hava heilar 20 fráferðir til EM-endaspælið. Ferðaseðilin kemur at kosta 3.299 kr. t/r. og flogið verður hesar dagar: Vágar-Oslo 14., 15., 16., 18. januar og Oslo-Vágar – 19., 20., og 21. januar.

Norröna kemur eisini at sigla fjepparar frá Føroyum til Oslo, har møguleiki verður at gista umborð á Norrönu undir endaspælinum.

Eventz, Fonn Flog og 62N fara at skipa fyri bólkaferðum til EM-endaspælið.

Ferðirnar verða settar til sølu mikudagin 21. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

39 Leygardagur 10. mai 2025

H71 vann FM aftur frá Kyndli

Hoyvíksvinnur vunnu við tveimum málum í fjórðu finaluni og koppaði harvið Kyndli samanlagt. Triðja FM-heitið hjá H71 uppá fýra ár

(Myndir: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kyndil var omaná í triðju FM-finaluni leygardagin og sendi finalurøðina aftur til Hoyvíkar. Men finalurøðin fór ikki oman aftur á Háls.

Hetta er greitt eftir fjórðu finaluna mikukvøldið. H71 var omaná so at siga allan vegin, og vann við tveimum málum. Tá tað er best av fimm/ fyrst upp í trý, so var avgjørt, og H71 heldur óvæntað er FM-vinnari 2025.

Sum heild hava hoyvíkskvinnur, við einari greiðari ætlan og nógvum disiplini, verið omaná í røðini. Mikukvøldið gingu Halsdóttir Weyhe-systrarnar á odda í álopinum - Anna Elisabeth varð toppskjútti við sjey málum, og Maria gekk serliga fremst, tá tað veruliga stóð á. 

[object Object]

Verjuparturin hekk heilt væl saman og serliga í 1. hálvleiki, har Kyndil tyktiskt ráðaleyst, og bert skoraði níggju mál. 5-1 verjan við blaðungu Elidu Joensen fremst hevur sum heild eydnast heilt væl, og Rúna Jógvansdóttir Larsen hevði neyðugu bjarfingarnar í kvøld aftur. 

FM hjá kvinnum fer aftur til Hoyvíkar eftir eitt ár á Hálsi. Greipuvinnarar í fjør, steypavinnarar í februar og ósigraðar í yvir eitt og eitt hálvt ár, men ov nógv órógv og lítil samanhangur hjá Kyndli, tá ástóð.

H71 var sanniliga til reiðar at taka av og vísa sínar dygdir. Triðja FM uppá fýra ár hjá hoyvíkskvinnum er veruleiki.

Myndirnar frá FM-rúsinum síggjast her

Fjórða FM-finalan hjá kvinnum
Mikudagin 7. mai
H71 - Kyndil 26-24 (12-9) 

Toppskjúttar:
H71: Anna Elisabeth H. Weyhe 7, Maria H. Weyhe 5
Kyndil: Bjarta O. Johansen 6, Turið A. Samuelsen 5

[object Object]

Farna vikuskiftið tryggjaði Kyndil sær eina fjórðu FM-finalu við at vinna triðja finaludystin, sum varð spældur á Hálsi, við 33-32.

Sí myndirnar frá tí dystinum her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

40 Leygardagur 10. mai 2025

Kyndil føroyameistari eftir sannan gysara

Tórður Guttesen og krútsterka verjan hjá Kyndli, umframt júst nóg mikið av málum, gjørdu munin í kókandi høllini á Hálsi. H71 mátti lata trónuna eftir ógvuliga tætt stríð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað kundi valla verið tættari: Fimm finalur og bert eitt mál á muni í tí fimtu finaluni leygardagin. Tað skuldi ógvuliga nógv til hjá vinnarunum í grundspælinum, Kyndli, at koppa trýfaldu føroyameistarunum.

H71 vann fyrstu finaluna á Hálsi  og eftir tveir Kyndils-sigrar svaraði H71 aftur í Hoyvík undanfarna mikukvøld, og so varð lagt í grýtuna til eitt risa brak.

Tað kókaði eisini á Hálsi, har áskoðarnir og verjupartarnir vístu seg best fram. Bert 19 mál komu í 1. hálvleiki, og tað er ógvuliga óvanligt í nýmótans hondbólti - serliga hjá monnum.

Tað var tætt allan vegin, og nógv rós skal gevast fyri stríði og verjuspælið. Tað var hart uttan at vera ófantaligt - tá tað fór yvir linjuna, vóru Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe har, og nógv brotskøst vórðu eisini dømd.

Kyndil var á odda við einum í steðginum. Fyrra helming av 2. hálvleiki otaði heimaliðið seg trý mál afturat frammum. Serliga miðverjan - við Róki Akralíð og Ova Lützen - og málverjin Tórður Skorheim Guttesen gingu á odda hesa løtuna. Tórður hevði eitt gott bjargingarprosent og serliga var hann eyðkendur við nøkrum stórbjagingum - millum annað varð syrgt fyri at H71 brendi trý brotskøst.

[object Object]
Tórður Skorheim Guttesen, spældi ein týðandi leiklut í Kyndils-málinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
William Skovsager (Mynd: Sverri Egholm)

Álopskenda spælið var eyðmerkt við, at William Skovsager og Tobias Thisen skoraðu flott mál, tá neyðugt var. Danirnir hava gjørt stóran mun seinastu tvey árini, og skoraðu bakspælararnir samanlagt 13 mál leygardagin. Høgni Klein Olsen skoraði eisini tvey týðandi brotskøst, meðan Rógvi Dal-Christiansen á strikuni eisini var loysnin nakrar ferðir.

Nógvir av hesum eru uppruna Kyndlis-spælarar, sum nú kundu lyfta FM-steypið. Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at tað eydnast hjá mansliði felagsins - tí mest vinnandi í manssíðuni. Bert Rókur Akralíð hevur roynt hetta áður við Kyndli.

H71 vann seg nærri móti ednanum. Millum annað var tað við 7 móti 6 spæli eina løtu, góðum máli frá ógvuliga vælspælandi Helga Hildarson Hoydal og einum ísakøldum Jákup Egholm.

Brian Slyne minkaði til 24-23, tá 23 sekund vóru eftir, men Kyndil helt fast. William Skovsager vann brotskast, beint sum tíðin fór, men tað varð ongantíð tikið. Øll tey í grønum komu tysjandi inn, og so byrjaði gullveitslan.

5. FM-finalan hjá monnum
Leygardagin 3. mai á Hálsi
Kyndil - H71 24-23 (10-9)

Toppskjúttar:
Jákup Egholm 9 mál (H71)
Tobias Thisen 7 mál (Kyndil)

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2025

41 Leygardagur 10. mai 2025

Rókur eftir FM-heitið: - Framtíðin hjá Kyndli er bjørt

- Tað er sjálvandi ein ógvuliga góð kensla at vera við til hetta aftur, sigur royndi maðurin, sum eisini setir orð á menningina í føroyskum hondbólti sum heild

Rókur Akralíð og Hjalti Mohr Jacobsen, ið hava vunnið FM saman sum spælarar, fegnast eftir seinasta bríksl í fimtu finaluni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

18 ár síðani seinast hjá Kyndlismonnum. Hetta varð staðfest fleiri ferðir áðrenn og undir spennandi finalurøðini hjá H71 og Kyndli. Og eftir at teir í grønum vunnu tøttu fimtu og avgerandi finaluna leygarkvøldið, var tað ein FM-forloysing hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum manshondbólti.

Tann einasti í hópinum, sum hevði roynt at vunnið føroyameistaraheiti við Kyndli áður var Rókur Akralíð. Tað gjørdi nú 38-ára gamli Rókur Akralíð eisini í 2004, 2006 og 2007. 

- Tað er sjálvandi ein ógvuliga góð kensla at vera við at vinna FM fyri Kyndil aftur. Aftan fyri eitt vunnið FM, liggur nógv hart arbeiði: Nógvar hondbóltsvenjingar, styrkivenjingar og videofundir.

Royndi miðverjin var bakspælari sum ungur, men seinni fór hann inn á strikuna at spæla vegna serliga skaða í økslini. Í dag sigur hann soleiðis, tá Portalurin spyr, um man kann rokna við, at Kyndil verður við í oddinum næstu árini eisini.

- Vónandi. Ungdómsliðini hjá Kyndli eru góð, og har eru nógv ung, ið spæla hondbólt í Kyndli. Famtíðin hjá Kyndli sær bjørt út.

[object Object]
Rókur Akralíð sæst við 8-talinum í ovara raðið saman við øðrum ógvuliga fegnum fólki (Mynd: Sverri Egholm)

- Ein ótrúlig føroysk menning

Í 2015 var Rókur Akralíð partur av einum føroyskum liði, sum vann Emerging Nations Cup í Kosovo. Hetta var tá, hann var við at útbúgva seg sum lækni. Í sambandi við at Føroyar hósdagin skuldi spæla týðandi EM-undankappingardyst í Kosovo, spurdu vit Rók, hvussu hann hevur sæð menningina í føroyskum hondbólti seinastu tíggju árini ella so.

Menningin hevur verið ótrúlig tey síðstu árini. Fleiri av feløgunum hava ungdómsvenjarar, ið eru dugnaligir. Hetta ger at ungdómurin verður alsamt betri og tað er neyðugt, fyri at landsliðini eydnast. Eftirhondini spæla allir A-landsliðsleikarirnir hjá monnum hondbólt uttanlands, og eisini tær flestu kvinnum.

- Og eg síggi fyri mær, at har verða fleiri og fleiri ungir leikarar, ið fara at royna hondbóltsleiðina uttanlanda. Hettar haldi eg vera gott fyri føroyskan landsliðshondbólt. Heimliga kappingin er eisini ment. Har eru nógvir dugnarligir ungir leikarar her heima. HSF eigur eisini stórt rós fyri arbeiði, ið er lagt í, at menna føroyskan hondbólt tey seinastu nógvu árini.

Sí eisini: Allan Norðberg: - Lykilin er at fara uttanlands

Rókur gavst sjálvur á landsliðnum í januar 2023 eftir 51 landsdystir (triðflest tá). Í fleiri av hansara bestu hondbóltsárum var einki landslið, men sterki spælarin var við til fyrstu undankappingarroyndirnar.

Hann staðfestir, at gullini í menningarkappingunum í Kosovo í 2015 og í Bulgaria í 2017 vóru millum fyrstu sterku ábendingarnar um, at Føroyar høvdu gongd í onkrum røttum viðvíkjandi landsliðshondbólti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

42 Leygardagur 10. mai 2025

Tróndur Mikkelsen til svenskan hondbólt

25-ára gamli bakspælarin skal spæla fyri Karlskrona, sum endaði á 4. plássi í grundspælinum í bestu svensku deildini. Tróndur hevur gjørt tvey-ára sáttmála við felagið í sunnara parti av Svøríki

Tróndur var á vitjan og vandi við í síðsta mánaða, eftir at kappingin í Noregi var av. Har vísti hann seg veruliga væl fram, staðfestir Mathias Ekstrand, høvuðsvenjari (Mynd: hfkarlskrona.se)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir fýra ár í Noregi skal 25-ára gamli havnarmaðurin, Tróndur Mikkelsen, nú royna seg í grannalandinum. HF Karskrona kunngjørd týskvøldið, at partarnir hava gjørt tvey-ára sáttmála. Felagið er millum tey, sum eru frammarliga í fremstu svensku hondbóltsdeildini.

Tróndur var á vitjan og vandi við í síðsta mánaða, eftir at kappingin í Noregi var av. Har vísti hann seg veruliga væl fram, staðfestir Mathias Ekstrand, høvuðsvenjari. Hetta bæði sum spælari og sum persónur.

Eisini verður víst á, at føroyingurin er sterkur bæði í álopi og í verju, og at hann kann spæla á øllum plássum í bakketuni.

Sjálvur fekk Tróndur Mikkelsen eina góða mynd av felagnum, fólkunum og býnum, staðfestir hann fyri heimasíðuni.

Karlskrona endaði á 4. plássi í grundspælinum í Handbollsligaen. Liðið fór út í fjórðingsfinaluni eftir tap fyri Sävehof.

Sí samrøðu við Trónd um skiftið her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

43 Leygardagur 10. mai 2025

Framtíðarstjørnur kappast í Føroyum fyrst í juni

Nordic Open er nýggj ungdómskapping, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri. U17-dreingirnir hjá Føroyum taka í Runavík og við Tjarnir móti Týsklandi, Sveis og Íslandi

Boas Ellefsen á Skipagøtu, yngri beiggi Elias og Róa Ellefsen á Skipagøtu, í U16-dysti móti Íslandi í Kollafirði í fjør. Um ein mánaða skal evnaríki bakspælarin millum annað royna seg móti Íslandi aftur (Mynd: Hondbóltssamband Føroya/Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vikuskiftið 6. til 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-dreingir í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.

Ætlanin er, at talan skal verða um eina afturvendandi kapping, sum annaðhvørt ár verður fyri U16-gentur og U17-dreingir.

Talan verður um hondbóltstjóðir av ovastu rók, sum vitja í ár – Týskland, Sveis og Ísland. Leikt verður í Runavík fríggjadag, og leygar- og sunnudag Við Tjarnir.

Dystarskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18 Sveis – Týskland
Kl. 20 Føroyar – Ísland

Leygardagin 7. juni við Tjarnir
kl. 16 Sveis – Ísland
kl. 18 Føroyar – Týskland

Sunnudagin 8. juni við Tjarnir
kl. 10 Týskland – Ísland
kl. 16 Føroyar – Sveis

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

44
Leygardagur 10. mai 2025

- Slíkt krevur dirvi

Ítróttastjórin hjá FSF rósar ungu føroysku gentunum, sum hesa vikuna eru farnar á vøllin at spæla móti yvirmaktini undir EM-endaspælinum í Føroyum

Liðið, sum byrjaði inni móti Noregi (Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku U17-genturnar í fótbólti fingu ikki fingið eina dreymabyrjan upp á EM endaspælið, sum byrjaði í Føroyum við dystum á Tórsvølli og Djúpumýru farna vikuskiftið.

Kortini er talan um nakrar djarvar gentur, ið fara á vøllin at stríðast ímóti yvirmaktin.

Undan EM endaspælinum varð roknað við, at føroyska mótstøðan fór at verða sterk. Og soleiðis hevur eisini verið. Fyrst taptu Føroyar 10-0 fyri Noregi, og síðani 9-0 fyri Eysturríki.

Kortini hava føroysku genturnar verið fyrimyndarligar, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

Tí tað krevur veruligt dirvi, at bjóða seg fram til eina sovorðna uppgávu, sum EM endaspælið er. Líka mikið, hvussu døpur útlitini hava verið, so hava tær stríðst og strevast, og hugsanin at geva upp, hevur ongantíð verið til staðar.

Og hvat er tað so fyri mótstøða, ið okkara gentur møta, og hvat fáa genturnar og vit burtur úr, at hýsa kappingini. Hesum og øðrum spurningum hevur FSF Varpið sett Pæturi Clementsen, sum er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, og eisini virkandi landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum.

Tí hóast tað ikki hevur gingið eftir vild, so kunnu vit vera errin av Eyðvør Jakobsen og okkara gentum.

Samrøðan við  Pætur Clementsen sæst á heimasíðuni hjá FSF

Umrøða av fyrsta dystinum móti Noregi 

Sí myndirnar hjá Sverra Egholm frá dystinum her

Umrøða av dystinum móti Eysturríki

Dystirnir higartil

Bólkur A
Føroyar - Noreg 0-10
Eysturríki - Niðurlond 1-4

Føroyar - Eysturríki 0-9
Niðurlond - Noreg 2-0

Støðan:
Niðurlond 6 stig
Noreg 3 stig
Eysturríki 3 stig
Føroyar 0 stig

Komandi dystir
Leygardagin kl. 15: Niðurlond - Føroyar á Tórsvølli
Leygardagin kl. 15: Noreg - Eysturríki á Djúpumýru

Bólkur B
Spania - Frakland 1-1
Poland - Italia 3-4

Italia - Frakland 1-1
Spania - Poland 3-1

Støðan
Spania 4 stig
Italia 4 stig
Frakland 2 stig
Poland 0 stsig

Komandi dystir
Sunnudagin kl. 15: Italia - Spania á Tórsvølli
Sunnudagin kl. 15: Frakland - Poland á Djúpumýru

Mikudagin verða hálvfinalurnar spældar - Finalan verður leygardagin 17. mai kl. 18 á Tórsvølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025

45 Leygardagur 10. mai 2025

KÍ tók stórt fet í oddastríðnum

René Shaki Joensen avgjørdi inntensa oddabrakið við Løkin, og KÍ hevur fult stigatal eftir ein triðing. HB vann á Víkingi við nýggjum venjaratoymi

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1.200 gjaldandi áskoðarar, nógvur larmur og stórur spenningur. Tað varð ein sannur oddadystur í regninum við Løkin í gjárkvøldið, har inntensiteturin var høgur.

Jonn Johannessen legði KÍ á odda við góðum máli í 1. hálvleiki, men Aron Knudsen svaraði skjótt aftur. NSÍ hevði takið, og Klæmint Andrasson Olsen átti at skorað til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men Mark Fabricius Jensen stórbjargaði.

Ístaðin avgjørdi KÍ, sum fekk betri tamarhald á, sum seinni hálvleikur leið. Tá átta minuttir vóru eftir, var talan um gott spæl í høgru, eitt perfekt innlegg frá Patriki Johannesen, og René Shaki Joensen var á rætta staðnum. 1-2 og KÍ hevur fult stigatal - og yvirvág í oddinum nú trý stig skilja liðini.

[object Object]

Sí allar myndirnar frá dystinum NSÍ-KÍ

Tríggjar ferðir 1-0
Allir hinir dystirnir fríggjakvøldið endaðu 1-0.

Í Sarpugerði skoraði Sammy Skytte einasta málið - eitt heldur tilvildarligt mál - og André Olsen og hansara menn sigraðu í einum taktiskum dysti.

Símun Sólheim skoraði einsamalla málið í B36-sigrinum á FC Suðuroy, og í Sørvági avgjørdi EB/Streymur við brotsspaki í yvirtíðini. 07 hevði annars fleiri møguleikar í dystinum, men EB/Streymur er nú aftur á 5. plássi.

Víkingur - HB 0-1 (0-0)
59' 0-1 Sammy Skytte 

07 Vestur - EB/Streymur 0-1 (0-0)
90+1' 0-1 Óli Eyðsteinsson Poulsen, brotsspark

B36 - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
62' 1-0 Símun Sólheim 

NSÍ - KÍ 1-2 (1-1)
28' 0-1 Jonn Johannesen
33' 1-1 Aron Knudsen
82' 1-2 René Shaki Joensen

Síðsti dystur í 9. umfari verður spældur í dag klokkan 15.30 í Trongisvági millum TB og B68.

Støðan

1. KÍ 27 stig
2. NSÍ 24 stig
3. HB 18 stig
4. B36 16 stig
5. EB/Streymur 13 stig
6. Víkingur 11 stig
7. B68 7 stig*
8. FC Suðuroy 6 stig
9. TB 5 stig*
10. 07 Vestur 1 stig

* spælt ein dyst færri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

46 Leygardagur 10. mai 2025

HB fyri fullkomnari eyðmýking á heimavølli

NSÍ setti við 7-1 sigrinum eina feita striku undir, at liðið ætlar sær allan vegin í ár. Hóast HB var í undirtali í 55 minuttir, styrknaðu kreupputekini hjá HB av álvara

Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen skoraðu báðir hattrik, tá NSÍ dusaði sær í Gundadali. Fleiri mál vóru eftir bókini - tað triðja hjá Klæminti var serstakt. Liðið hjá Jens Wedeborg hevur nú skorað 40 mál í átta dystum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá HB tapti 4-0 í Klaksvík skírisdag varð tað millum annað skýrt sum "skomm". Eitt er at tapa móti einum sterkum liði, men nakað annað er vera ruddiliga sett upp á pláss.

Tað varð HB eisini leygardagin - hesaferð á heimavølli, og hesaferð við einum muni á heili seks mál: Besta mansliðið hjá HB tapti við seks málum á heimavølli.

Man skal langt aftur í søgubøkurnar fyri at finna tað: 7-1 tapið fyri ÍF í 2011 var í Fuglafirði, og 6-0 tapi 2006 var fyri grannunum B36 - tá var B36 á pappírinum heimalið.

[object Object]
Adolfo Sormani fór beinleiðis inn í HB-húsið eftir seinasta bríksl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fýrverk og dreymamál frá NSÍ 

Tað er umráðandi at undirstrika í hesari umrøðuni, at einki skal takast frá NSÍ. Teir í gulum og svørtum spæla frálíkan fótbólt, og síggja javnt og samt vandamikilir og sterkir út. Eins og í 11-0 sigrinum hjá NSÍ, tá B68 fekk tvey reyð kort, koyrdi NSÍ bara á leygarkvøldið. Hetta við sterkum stuðli frá Guliganz í Gundadali.

Við 7-1 sigrinum hevur NSÍ skorað heili 40 mál í 8 dystum í Betrideildini. Við hesum miðaltalinum endar liðið hjá Jens Wedeborg væl yvir 100 mál - metið fyri skorað mál í bestu mansdeildini er 99 (KÍ 2021).

Bæði Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen gjørdu hattrikk. Petur legði væl upp til tvey tey fyrstu málini hjá liðformanninum - innlegg úr vinstru, sum Klæmint á klassiskan hátt beindi inn. Hattriksmáli hjá Klæminti var ikki beinleiðis klassiskt: Hann vann bóltin av aftasta manninum hjá HB og royndi seg beint frammanfyri miðlinjuna. Framúr sæð og útført av Klæminti, sum aftur yvirhálaði Páll Klettskarð á máltindinum.

Tað eru nógvir hvassir og vandamiklir spælarar hjá NSÍ. Jann Benjminsen átti tvey góð upplegg við innleggum úr høgru, og Michal Przybylski legði upp til hattriksmálið hjá Peturi. Afturat Michal komu eisini ungir og spenanndi spælarar inn, meðan Brandur Hendriksson og Klæmint vóru millum teir spardu seinastu løtuna. Jasper van der Heyden og Kevin Jablinski spældu als ikki henda dagin - NSÍ sær út til at vera til reiðar at taka móti KÍ til oddabrak fríggjakvøld.

Skrædl og stór spurnartekin hjá HB

Í HB kann man gloyma alt um FM. Har er okkurt heilt galið. HB spældi við 10 monnum tað mesta av dystinum, tí í 35. minutti fekk Klavs Kramens sítt seinna gula kort. Tá var støðan 1-0 til NSÍ.

Men tað er framvegis langt til 1-7. Og so gott sum NSÍ spældi, so fall HB eisini frá hvørjum øðrum. Har vantaði vilji og mótstøðuføri - og ein greið ætlan. Tað er eisini ein "góð" mynd í at Klavs Kramens fekk reytt kort longu í 1. hálvleiki eftir tvey gul: Eins og hinir nýggju útlendsku spælararnir, hevur hann ongan veruligan mun gjørt fyri HB.

Við fjórða tapinum seinastu fimm kappingardystirnar - og 18 málum ígjøgnum hesar dystirnar - eru nógvir spurningar. Serliga rundanum Adolfo Sormani.

Nógvir stórir dystir bíða, Víkingur er næst á skránni, og higartil hevur HB dumpað allar sínar stóru royndir í ár. Og fleiri so dyggiliga.

EB/Streymur skelkaði B36 - B68 upp um strikuna

EB/Streymyr er nú bert trý stig frá 4. plássinum. Hetta tí at liðið hjá Sigfríði Clementsen vann á útivølli móti liðnum á 4. plássi.

Vælskipað, hartarbeiðandi og Boubacar Dabo. Hetta munnu vera yvirskriftirnar hjá EB/Streymi. Dabo syrgdi sjálvur fyri fyrsta málinum, tá hann rann frá tveimum og trygt setti bóltin í netið. Stutt eftir steðgin spældi EB/Streymur væl kring B36-brotsteigin, Virgar Jónsson breyt ígjøgnum í vinstru fann Dabo, og so var 2-0.

B36 hevði ógvuliga ilt við at bróta ígjøgnum men eitt langskot í 85. minutti rakti høvið á Andrasi Olsen og snýtti annars vælspælandi Jóannesi Davidsen. EB/Streymur fekk tó alt við - ógvuliga stórur smeitur hjá B36.

Á Svangaskarði var málleyst í 70 minuttir, men so skoraði heimaliðið tvær ferðir uppá fýra minnuttir. Í báðum førum var talan um deyðbóltar, har tvíburar felagsins vóru við:

Fyrst legði Bárður Ólavsson Jensen hornaspark væl innfyri, beiggin Alekssandur fekk høvdið á, og umvegis eitt 07 Vestur-høvd varð 1-0. Lítla løtu seinni gjørdi Sonni Ragnar Nattestad óneyðugt fríspark í høgru: Bárður innfyri, leystur bóltur sum tilvildarliga endaði hjá Aleksanduri, og innskifti liðformaðurin høgdi til.

07 Vestur minkaði fimm minuttir fyri leiklok og hevði eisini ein stóran møguleika at javna, men 2-1 og liðið hjá Dan Brimsvík hevur framvegis bert eitt stig eftir átta umfør. 

Víkingur nærkast evropaplássunum

Seinasti dystur í 8. umfari varð spældur á Eiðinum í Vági seinnapartin, har FC Suðuroy tók ímóti Víkingi.

Favorittarnir og føroyameistararnir komu tíðliga á odda: Olaf Bárðarson fann Jákup Johansen, sum staddur á brotssparksblettinum var eirindaleysur. Strandingurin var henda dagin fremsti maður hjá Víkingi.

Tíðliga í 2. hálvleiki økti Sølvi Vatnhamar, sum dagin eftir fylti 39 ár. Talan var um vælspælt Víkinga-álop. Ragnar Skála kom ígjøgnum í høgru, og legði ein vandamikla sending inn fyri FC Suðuroy-málið. Har kastaði 10'arin hjá Víkingi seg fram og skoraði til 2-0.

Myndir frá dystinum í Vági síggjast her

Annað málið hjá Sølva í ár, og triði sigurin á rað í Betrideildini. Víkingur helt aftur málið reint og er nú á 5. plássið. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen nærkast nú havnarfeløgunum - tvey stig eru upp til B36 og fýra stig eru upp til HB.

8. umfar í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 3. mai
HB - NSÍ 1-7 (0-2)
05' 0-1 Klæmint Olsen (Petur Knudsen)
39' 0-2 Klæmint Olsen (Petur Knudsen)
48' 0-3 Klæmint Olsen
51' 0-4 Steffan Løkin (Jann Benjaminsen)
64' 0-5 Petur Knudsen (Jann Benjaminsen)
73' 0-6 Petur Knudsen (Steffan Løkin)
80' 1-6 Ári Jónsson
83' 1-7 Petur Knudsen

Reytt kort: 35' Klavs Kramens

B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
36' 0-1 Boubacar Dabo
55' 0-2 Boubacar Dabo (Virgar Jónsson)
85' 1-2 Mattias Hellisdal (Hannes Agnarsson)

B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0)
74' 1-0 Sjálvmál
76' 2-0 Aleksandur Jensen (Martin Klein)
87' 2-1 Jonathan Flensborg (Casper Hanen)

Sunnudagin 4. mai
FC Suðuroy - Víkingur 0-2 (0-1)
07' 0-1 Jákup Johansen (Olaf Bárðarson)
54' 0-2 Sølvi Vatnhamar (Ragnar Skála)

Hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)
Les: KÍ vann við tíggju málum á TB

Støðan:

1. NSÍ 24 stig 
2. KÍ 24 stig
3. HB 15 stig 
4. B36 13 stig
5. Víkingur 11 stig
6. EB/Streymur 10 stig
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Fýra dystir í 9. umfari vóru spældir í gjárkvøldið, fríggjakvøldið 9. mai. Ein dystur verður spældur í dag: TB móti B68 í Trongisvági kl. 15.30

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2025

47 Leygardagur 10. mai 2025

Sormani er søga í HB

Italski venjarin legði sjálvur frá sær - dagin eftir 7-1 tapið fyri NSÍ. Alt venjaratoymið er farið av landinum eisini, meðan André Olsen fyribils tekur við

Tekinini vóru har, og eftir stóra ósigurin móti NSÍ var helst eingin vegur aftur. Alt tað útlendska venjaratoymi í HB er farið til hús (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin komu boðini, sum so nógv í føroyska fótbóltsheiminum hava væntað í eina tíð. Serliga eftir stórtapið leygardagin stóð tað sum skrivað í stjørnurnar, at Adolfo Sormani ikki fór at sita í heita sessinum leingi afturat.

Royndi italiumaðurin valdi sjálvur at fara. 

- Venjaratoymið hjá Betri-monnum hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar, skrivaði HB seinnapartin sunnudagin.

Hetta merkir, at ikki bert fer litríki høvuðsvenjarin. Hjálparvenjarin og dugnaligi kropsligi venjarin fara við - bæði Gianni Mazella og Gilberto Voltolina hava verið við síðani byrjan í 2024 - og finski málmansvenjarin fer eisini eftir nakrar mánaðir.

[object Object]
Italska venjaratoymi hjá HB varð kunngjørt í november 2023 (Mynd: hb.fo)

Harvið hevur HB ikki beinleiðis eitt venjaratoymi nú, men boðað er frá, at André Olsen er settur sum fyribils venjari - hetta til nýggjur venjari verður settur.

- Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn uppá pláss innan stutta tíð, skrivar hb.fo.

[object Object]
André skal fyribils røkja venjarauppgávuna í HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adolfo Sormani og HB vóru heldur óvæntað leingi við í FM-stríðnum í fjør. Liðið stóð seg lutfalsliga væl móti Hadjuk Split í Conference League, men mest umráðandi var tað at vinna steypafinaluna móti grannunum. Hetta tryggjaði eyka pening og pláss í 2. umfari í Conference League til í ár.

HB vann eisini stórsteypið bæði árini undir Sormani, men seinastu vikurnar hevur gingið av skriðuni. Fýra tap í teimum seinastu fimm dystunum - harav eyðmýkingar móti oddaliðunum KÍ (0-4) og NSÍ (1-7), fyrsta tapið fyri B36 í seks ár og ein heldur hepnan sigur á heimavølli TB - siga sítt. Harafturat hevur spælið ikki verið nøktandi, huglagið kring hópin ikki gott, og HB er úti av bæði steypakapping og so at siga FM-stríðnum longu. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2025

48 Leygardagur 10. mai 2025

Shaki hevur longt sáttmálan við KÍ

32-ára gamli havnarmaðurin hevur verið í KÍ síðani 2022, og nú hevur landsliðsspælarin gjørt sáttmála fyri 2026 eisini

René Shaki Joensen kom til Klaksvíkar úr barndómsfelagnum úr HB fyri beint yvir trimum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg trívist ómetaliga væl í KÍ, og tað er altíð stuttligt at spæla við í toppinum í føroyskum fótbólti. - Umhvørvið kring KÍ er eisini fantastiskt, og at spæla á heimavølli, og hoyra og føla uppbakningin frá viðhaldsfólkum er heilt ótrúliga lekkurt.

Hetta sigur René Shaki Joensen, ið hevur verið í felagnum síðani 2022, við ki.fo. Hetta í sambandi við, at 32-ára gamli havnarmaðurin hevur skrivað undir nýggjan eitt-árs sáttmála.

Hann eigur sín leiklut í frálíku byrjanini uppá árið hjá KÍ: Tíggju sigrar í tíggju kappingardystum. Fjølbroytti og hartarbeiðandi landsliðsspælarin sær eisini fram ímóti evropeiskum dystum í summar - hesaferð byrjar KÍ í 1. umfari í Conference League.

[object Object]
René Shaki Joensen eftir mál hansara í Conference League-bólkaspælinum í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

49 Leygardagur 10. mai 2025

Brandur Hendriksson aftur besti spælarin

NSÍ-miðvallarin vann heiðurin frammanfyri KÍ-áleypararnir Páll Klettskarð og Patrik Johannesen

Systir Brand Hendriksson og starvsnevndarlimurin, Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, handaði heiðurin, áðrenn Brandur og teir vunnu 7-1 á HB (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Við átta málum – har av fýra rættuliga góðum frísparksmálum – hevur Brandur Hendriksson Olsen veruliga sett dám á føroysku kappingina higartil í ár. Og annan mánaðin á rað er skálvíkingurin í NSÍ valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum.

Brandur var eisini kosin til besta spælara í mars mánaði, og tá atkvøðurnar fyri apríl vórðu taldar saman, var eingin ivi. Miðvallarin við 8 talinum á rygginum hjá runavíkingum vann rættuliga greitt. Nummar 2 og 3 gjørdust Patrik Johannesen og Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ.

Fótbóltssamband Føroya velur besta spælara hvønn mánað, í samstarvi við Hotel Brandan. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða.

Tað var systir Brand, Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, sum vegna FSF handaði beiggjanum prógvið upp á, at hann var besti spælari í apríl mánað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2025

50 Leygardagur 10. mai 2025

- Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi

Samuel Johansen Chukwudi fær stórt rós frá stórum finskum miðli eftir sínar fyrstu dystir fyri SJK. Hann verður mettur at vera millum fimm teir bestu spælararnar í Finnlandi higartil í ár

Víst verður á, at Samuel Chukwudi hevur rakt viðspælararnar við 91 prosentum av sínum alveringum, og at hann vinnur heili 75 prosent av sínum nædystum - hartil er SJK-maðurin eisini ógvuliga kvikur (Mynd: hs.fi)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tann fyrsti føroyski spælarin í deildini hevur verið ein opinbering í verjuni hjá Seinajoki. 195-sentimetra høgi Chukwudi er eitt ódjór, sum ikki fer at verða í Finnlandi leingi.

Í vetur keypti SJK Seinajoki Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Higartil hevur tað víst seg at verið ein góð avgerð hjá finska felagnum, sum eftir seks umfør er á 2. plássinum í fremstu finsku deildini.

Og tað er ikki hissini rós, sum 21-ára gamli føroyski verjuspælarin fær frá Helsingin Sanomat. Har verður Samuel skýrdur sum eitt kanónkeyp.

Talan er um størsta blaðmiðilin í Finnlandi, sum á heimasíðu sínari hevur gjørt ein topp-15 lista við teimum bestu spælarunum í Veikkausliiga higartil. Har er havnarmaðurin á 5. plássi.

[object Object]
Mynd: Helsingin Sanomat

Víst verður á, at Samuel Chukwudi hevur rakt viðspælararnar við 91 prosentum av sínum alveringum, og at hann vinnur heil 75 prosent av sínum nædystum. 

So er føroyski landsliðsspælarin eisini so skjótur, sambært hs.fo, at "hann tekur longu rennidsystirnar við "læstum ryggi - sum um hann joggar ein túr um morgunin"


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2025

51 Leygardagur 10. mai 2025

Silas, Bjarni og Jákup Árni til danskt oddalið

Ungu vágamennirnir hava longu gjørt vart við seg í fremstu donsku flogbóltsdeildini, og eftir summarfríðtíðina skifta teir til ASV Elite í Aarhus

Bjarni Joensen: - Eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vágamennirnir Silas Poulsen, Bjarni Joensen og Jákup Árni Elisson Wang hava hetta kappingarárið havt sentralar leiklutir á besta mannsliðnum hjá Ikast KFUM.

Liðið miðskeiðis í Jútlandi spælir í fremstu donsku mansdeildini. Tað var ASV Elite, sum vann grundspælið har, og Bjarni, Jákup og Silas skulu spæla við liðum úr Aarhus eftir summarsteðgin.

Hesum boðar Flogbóltssambandi frá.

- ASV Elite vann innleiðandi donsku kappingina í 2024/25 greitt - 5 stig framman fyri nr. 2. Í finaluumførunum gekk tó nakað verri, soleiðis at ASV Elite endaði á einum 4. plássi í donsku kappingini.

Talan er um eina roynd at brynja felagið enn meira til komandi kappingarár. Vágamenninir vilja taka næsta fetið.

19 ára gamli Silas Poulsen sigur við FBF, at skiftið frá Ikast til ASV er sera spennandi fyri hann. Sørvingurin gleðir seg til at byrja á einum nýggjum liði við uppaftur betri leikarum og eini røð av ungum evnaríkum leikarum, har kappingin um plássini er hørð. 

- ASV hevur longu ein framúr libero, so eg fari at fáa harða kapping um spælitíð, men tað er gott - sigur Silas.

[object Object]
Silas Poulsen í dysti fyri Ikast KFUM

Silas hevur spælt nakað á A-landsliðnum. Har hevur Bjarni Joensen eisini havt sín leiklut.

- Eg havi avgjørt at skifta til ASV Elite, tí eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara - sigur Bjarni Joensen. 

Bjarni leggur afturat, at ASV er eitt felag, ið hevur eitt mál um at byggja eitt topplið. Teir hava longu eina kjarnu av dugnaligum leikaum og so hava teir ein venjara, Dominik Zmuda úr Pólandi, ið veruliga brennur fyri at menna ungar leikarar og sum leggur dent á allar smáar detaljur í spælinum.

[object Object]

Jákup Árni Elisson Wang sigur, at hann hevur valt at skifta til ASV, tí honum dámar væl venjaran og hansara hugsjónir fyri liðið. Liðið vísti í farnu kapping, hvørjar menningarmøgulear  tað hevur.

- Tað er eitt ungt og svangt lið, har allir leikara stríðast fyri at prógva seg sjálvar og vinna sær pláss á liðnum. - Mær dámar væl ta kappingarmentina - sigur Jákup Árni.

ASV Elite er ikki ókent felag fyri føroyingar. Á kvinnuliðnum hjá ASV Elite, sum vann silvur í 2024/2025 kappingini, vóru Bjørk Nolsøe Isaksen og Jakobina Joensen við á liðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

52 Leygardagur 10. mai 2025

Nýggi Havnarbáturin flotaður

Sámal Hansen hevur smíðað nýggja Havnarbátin sum leygardagin var flotaður í Álakeri

(Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Havnar Róðrarfelag var mest vinnandi felag í fjør, men hevði ongan bát í fremstu røð, í 10-mannafarsróðrinum.

Nú hevur felagið í Álakeri fingið nýtt 10-mannafar, og hann verður fyri ein part mannaður við fólki frá áttamannafarinum Tórsbátinum í fjør, sum vann allar róðrarnar.

Sámal Hansen hevur smíðað nýggja 10-mannafarið.

Sí allar myndirnar frá hátíðarligu løtuni her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2025

53 Leygardagur 10. mai 2025

Føroyar vertir fyri smálandakapping í badminton næsta ár

Føroyingar vunnu vertsleiklutin framman fyri Gibraltar. Kappingin er annaðhvørt ár, og Oyggjaleikir eru annaðhvørt ár

Føroyska liðið til Small States á Kypros í fjør (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku fekk Badmintonsamband Føroya boð um, at  Føroyar skulu vera vertur fyri altjóða badmintonkappingini, Small States of Europe, sum verður í november 2026.

Talan er um kapping fyri smátjóðir. Føroyar hava verið við til hesa kappingina tvær ferðir. Fyrru ferð var í 2023 á Malta, og í fjør var tað á Kypros.

Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár. Badmintonssambandið staðfestir, at harvið kunnu Føroyar bæði vera við har og á Oyggjaleikunum.

- Sostatt kunnu Føroyar framyvir luttaka á Oyggjaleikum í ólíka árum og Small States kapping í líka árum. Í 2026 verður Small States í Føroyum og í 2027 verða Føroyar vertir fyri Oyggjaleikum.

Føroyar fingu vertsleiklutin kapping við Gibraltar. Myndin av flogvøllinum niðanfyri er frá tilboðstilfarinum frá BSF, sum bleiv gjørt í samstarvi við Visit Faroe Islands.

[object Object]

Tey níggju luttakandi londini á Kypros í november vóru: FøroyarKýpros, Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monaco og Liktinstein.

Í 2024 vann Ísland gull, Grønland silvur og vertstjóðin endaði við bronsuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

54 Leygardagur 10. mai 2025

Niels Juel vann fyrsta EM-heiðursmerkið í vektlyfting fyri Føroyar

Lyfti 194 kilo – 82 í trekk og 112 í stoyt – á EM stevnuni í Albania um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyar fingu sítt fyrsta europeiska heiðursmerki í olympiskari vektlyfting, tá ið Niels Juel Arge vann bronsu við EM-masters síðsta vikuskiftið í Golem, Durrës í Albania.

Føroyar og Føroya Styrkisamband hava nýliga fingið fullan limaskap í altjóða sambandinum fyri masters vektlyfting IMWA, International Masters Weightlifting Association, 35+ ár.

[object Object]

Niels Juel hevur inntil nú kappast sum dani og vunnið tvey EM-silvur og eina HM-bronsu.

Men nú kappast hann og aðrir føroyskir tilkomnir vektlyftarar fyri Føroyar.

Kappingin sunnudagin var hørð, og tað reið um snarið at fáa fyrstu føroysku EM-medaljuna í hús í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kg.

Norðmaðurin Jøran Herfjord vann gull við íalt 212 kg (95 kg trekk og 117 kg stoyt).

Italiumaðurin Andrea Borrello tók silvurið við íalt 205 kg (88 kg trekk og 117 stoyt).

Við íalt 194 kg (82 kg trekk og 112 kg stoyt) knógvaði Niels Juel bretanum David English, sum team-Arge við soninum Niklas Jógvan sum sparrara trýsti til at satsa so nógv, at hesin kiksaði.

Niels Juel royndi eisini eftir 86 kg í trekk og 118 kg í stoyt, sum hevði givið 204 kg íalt, men hesi bæði lyftini eydnaðust ikki hesaferð.

Masters kappingarnar vaksa alsamt, og kappingin í Albania er størsta EM-masters higartil við 908 luttakarum og níggju kappingardøgum. HM-masters er í Las Vegas, USA í september.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2025

55 Leygardagur 10. mai 2025

Skipa fyri FM í klintring um vikuskiftið

Innleiðandi umfarið var í Bacalao í gjárkvøldið, og finalan verður í dag

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið skipar Klintrisamband Føroya fyri árligu føroyameistarakappingini í buldring. Kappingin verður í klintrihøllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao.

Buldring (bouldering á enskum) er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani klintrihøllin í Bacalao lat upp í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil er ikki brúk fyri trygdarreipi. Tann lættast atkomiliga greinin av klintriítróttini, og av tí sama eisini tann best umtókta.

Í gjárkvøldið, fríggjakvøldið, var eitt innleiðandi umfar, sum ger av, hvørjir seks klintrarar sleppa í FM finaluna, sum byrjar seinnapartin klokkan 16, har føroyameistarin í buldring skal finnast. Áskoðarar eru vælkomnir, skriva Klintrisamband Føroya og Havnar Klintrifelag í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2025

56 Leygardagur 10. mai 2025

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál

Sigurð Joensen, formaður í Tofta Talvfelag, fekk heiðurin sum ársins eldsál í føroyskari telving. Frøin gjørdist tvífalt stór dagin eftir, tá ið Liverpool vann enska meistaraheitið í fótbólti (Mynd: Tórður Mikkelsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn undanfarna leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar.

Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.

Sigurð er formaður í Tofta Talvfelag. Tá ið hann tók við leiðsluni fyri umleið fimm árum síðani, lá felagið í tungum sjógvi. Hølisviðurskiftini vóru ikki nøktandi, og fíggjarliga reið um snarið. Sigurð fór til verka í góðum treysti. Tøkini, ið tikin eru, hava munað væl, tí í dag er Tofta Talvfelag væl fyri. Tað er ikki yvir at dylja, at Sigurð hevur verið mestsum einsamallur um at endurreisa felagið. 

Við síni fryntligu medferð og heita hjartalag fyri Tofta Talvfelag er Sigurð tann upplagdi undangongumaðurin. Hann er savnandi og eggjandi. Hann skundar undir hinar at fáa teir at telva, og sjálvur gongur hann undan sum gott fyridømi, tí er ein talvkapping, so er  Sigurð við, blíður og fyrikomandi og altíð við tí góða orðinum.

Slíkir menn eiga lívið í føroyskari telving, tí tvørrandi felagslív er ein avbjóðing hjá flest øllum talvfeløgum nú á døgum. Alt fleiri sita heldur heima við hús og telva á netinum, tað er so fittligt og ómakaleyst, men vandin er, at felagslívið fánar. 

Elias og Petur ganga fram
Nýggi styrkilistin hjá altjóða talvsamgonguni FIDE var kunngjørdur 1 mai. 

Á føroyska listanum kunnu nevnast tveir av okkara yngri telvarum, ið hava tikið seg nógv fram hesar seinastu vikurnar. Elias Petersen er farin úr 2043 upp í 2100, og Petur G. Magnussen er farin úr 1862 upp í 1920. 

Hesir hava av sínum eintingum tað seinasta árið saman við øðrum verið uttanlands og telvað. Í næstum fara brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft at vera við í talvkapping í Spania. Tað er gleðiligt, at føroyskir telvarar royna at brýna seg í sterkum kappingum uttanlands. Tað er nakað, sum av álvara ger mun hjá tí, sum vil fram. 

Í Føroyum eru gott og væl 400 virknir telvarar í ellivu ymsum feløgum. Á nýggja FIDE-listanum sæst, at Føroyar standa sum nummar 74 av í alt 201 limalondum. Tá er miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarum í øllum londum roknað út.

Hesir eru okkara fremstu fimtan telvarar í løtuni.

Topp 15 - mai 2025
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2380
3. IM John Arni Nilssen, Valby Skakklub 2348
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2335
5. Rógvi Egilstoft, ST 2291
6. Martin Poulsen, HT 2276
7. IM John Rødgaard, Esbjerg Skakforening 2260
8. Ólavur Simonsen, KTF 2199
9. Jóan Hendrik Andreasen, Brønshøj Skakforening 2192
10. Flóvin Tór Næs, Faxe Skakklub 2177
11. Olaf Berg, HT 2172
12. Carl Eli Samuelsen, HT 2167
13. Rógvi W. Rasmussen, Kristineberg Schackklub 2159
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2159
15. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2152

Landsliðið í eldin í heyst
Føroyska talvlandsliðið hevur stórar avbjóðingar í heyst.

EM-stevnan fyri landslið verður í Georgia í oktober, og smálandakappingin verður í Kýpros í november.

Talvsambandið fer í næstum at viðgera spurningin. Miðað verður eftir at luttaka í báðum kappingunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2025

57 Leygardagur 10. mai 2025

Zakarias Wang farin

Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, skrivar um eldsálina Zakarias Wang og hansara slóðbrótandi útgávuarbeiði

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Sprotin, Jonhard Mikkelsen

Eldsálin Zakarias Wang, sum eg kendi og arbeiddi saman við í eini 40 ár, andaðist í farnu viku. Ein fryntligur og fróður maður.

Vit arbeiddu saman á studentaskúlanum í Hoydølum frá fyrst í 80-árunum, og vit arbeiddu saman um tær tvímæltu orðabøkurnar frá fyrst í 90-árunum.

Seinasta ferð, vit heilsaðust og prátaðu saman, var, tá ið grønlendska orðabókin var løgd fram í Varpinum í Klaksvík í fjør. Tá var gamli nógv viknaður, men gleddist sum ein unglingi um, at Elin Neshamar og mamma hennara høvdu framt hetta bragd.

Hann gleddist um hvørt fet á leiðini ímóti sjálvbjargni, tí hann var sannførdur um, at vit sjálv skuldu og megnaðu at stýra okkara landi.

Hann gleddist um hvørt tiltak, ið kundu styrkja okkara samleika og mál, tí legði hann so nógv fyri við orðabókum og øðrum bókum í sínum lívssstarvi.

Hann hugsaði sjaldsama klárt og lýsti málini úr einum sjónarhorni, sum tey flestu ikki høvdu gáað um. 

Sjónarhornið var altíð grundað á kunnleika og ikki fordómar.

Zakarias var í mongum slóðari. Hann gav bókmentalig høvuðsverk út, sum eingin hugsaði um at geva út á okkara máli. Ikki minst verk eftir Shakespeare við týðingum eftir Axel Tórgarð. Verk, sum ikki áttu at kunnað verið til á okkara máli, men sum hesir knassarnir prógvaðu bar til. Teir settu veruligar varðar saman. 

Tað var eisini Zacharias, ið fór undir at geva út Tolkien saman við Axeli, áðrenn Tolkien-stóraldan floymdi um allan heim. 

Vit kunnu øll fegnast um tey stóru avrik, Zakarias Wang legði eftir seg.

Sprotin hevði  ætlað at fáa eitt blað út í hvørt hús í 2023. Ætlanin varð av ongum, tí hon var ov kostnaðarmikil, men greinir vórðu skrivaðar og myndir tiknar. Tá skrivaði Zakarias eina stutta grein um, hvussu alt orðabókaarbeiðið upprunaliga kom í lag. 

[object Object]

Við greinini, vit ikki prentaður tá, saman við mynd, ið Silas Olufsson tók, fær Zakarias seinasta orðið:

Tað er ein góð siðvenja at minnast stórar dagar í søguni.
 
Á Føroya Studentaskúla hildu vit tí hundrað ára dagin fyri jólafundin 1888, tá kvinnur og menn komu saman fyri at gera nakað fyri føroyska málið. 

Vit hildu, at framvegis lá ov nógv á láni. 

Serliga saknaðu vit orðabøkur úr fremmandum málum til føroyskt. Allir næmingarnir noyddust at stríðast við at sláa upp í orðabøkurnar hjá Gyldendal fyri so at gita, hvussu danska orðið æt á føroyskum. Sum vit prátaðu komu vit fram til, at vit kundu royna at venda okkum til Gyldendal at bjóða okkum til at keypa teirra forrit og týða donsku orðingarnar til føroyskt, so tað fór at vera lættari hjá næmingunum at finna fram til røttu føroysku orðini. Tað fall so í mín lut at ringja frá lærarastovuni í Hoydølum at bera hesi ørindi fram fyri stjóranum á orðabókadeildini hjá hesum danska forlagnum.

Hann segði, at hetta var vanligt forlagsvirksemi. Júst í hesum døgum vóru teir í holt við at selja eitt forrit til Finnlands, har menn skuldu gera akkurát tað sama sum vit spurdu um. Síðan høvdu vit samskifti við hvønnannan, men tað gekk spakuliga. 

Um heystið 1989 skuldi eg fara til USA. Leiðin gekk um Keypmannahavn, og eg boðaði orðabókastjóranum hjá Gyldendal frá at eg fór at støkka inn á gólvið hjá honum, og hann segði at eg var vælkomin. Tá skrivaði hann sáttmálar við okkum um enskar og týskar orðabøkur og legði forritini inn á diskettur. Hesar fekk eg við mær og kom alt væl fram eftir at hava verið í Amerika. Hann fekk eisini pengarnar, 15.000 krónur fyri tað enska og 10.000 fyri tað týska forritið.

So var at fara í gongd við fyrst at gera ta ensku orðabókina. Tíbetur vóru millum lærararnar á Studentaskúlanum tvær eldsálir, Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála. Teir gjørdu tað bragd at týða hvør sína helvt av bókini skúlaárið 1990-91, men treytaðu sær, at eg skuldi standa fyri útgávuni og herundir rættlestrinum. Eitt sum fall í mín lut var at finna fram til fakorð. Her mátti eg leita mær ráð frá serfrøðingum, sum eru nevndir í fororðinum. Her kom Sigga Rasmussen at fáa ómetaligan týdning. Hon er plantufrøðingur, og hon segði, at tá vit nú gjørdu eina stóra orðabók frá enskum til føroyskt, so skuldu vit minnast til, at í øllum málum verður ansað eftir, at teirra størsta orðabók hevur latínsku frøðiheitini, tí so ber til at siga við vissu hvør planta ella hvørji dýr talan er um. Serliga stóran týdning hevði tað at hon fekk okkum at leggja inn føroysku plantu-, dýra- og fuglanøvnini. Harvið gjørdist okkara enska-føroyska orðabók væl betri fyri okkum enn nøkur av teimum útlendsku. Vit dugdu eisini at síggja, at var støðið lagt so væl, fór at vera lættari at halda fram við at gera orðabøkur frá øðrum málum. Tað vóru minniligir dagar ið eg sat saman við smiðinum Oliver S. Thomsen, sum heima í Sandvík hevði lært handverkið frá pápa sínum og dugdi øll tey føroysku heitini fyri tey donsku sum stóðu í okkara forriti. Somuleiðis at fáa høvi til at tosa við Árna Olsen um læknaorð, fyri ikki um at tala samrøðurnar við Sigurð Joensen um løgfrøðiheiti. Nógv orð høvdu við prenting at gera, og har kom væl við at kenna Oskar Hermannsson, sum dugdi øll føroysku heitini í hesum edla handverki.

Enska orðabókin kom út 27. mai 1992.

Føroyingar tóku hana til sín, og takksemið var ótrúligt. Hetta gav dirvi til at halda fram.

Høvdu vit hugsað um at selt nógvar bøkur høvdu vit sjálvandi bíðað við at fingið hana út til í oktober fyri at fáa jólasøluna við, men vit hildu, at tað sum mest ráddi um, var at næmingarnir, sum skuldu nýta bókina skúlaárið 1992, kundu fáa hesa bók í august, og tí skundaðu vit okkum at koma út við henni á vári 1992. Tað vit ikki vistu var at um hetta mundið sótu menn á Flatlondum og ráðførdu um, hvussu teir kundu koyra Føroyar á húsagang og minka talið av føroyingum niður í helvt. Hetta álop teirra fór av bakkastokki 6. oktober 1992. Tí var lítil jólasøla hetta ár.
Meðan alt samfelagið fór í sor var tað ein onnur eldsál, sum í hógv sat og arbeiddi við tí týsku orðabókini. Her var talan um okkara starvsfelag Kára Davidsen, sum fyrst týddi alt forritið hjá Gyldendal við teirra seksti túsund orðum og síðani helt fram og økti orðfeingið til hann nú nærkast 200.000. Men sum fíggjarstøðan var um hetta mundið var ikki hugsingur um at fáa hetta mikla verk prentað. Ætlanin um at fáa prentað orðabøkur við 60.000 orðum á fremmandamálum sum latíni, grikskum og hebraiskum datt tískil niðurfyri, so tað framvegis er torført hjá okkum at lesa halgu skriftir okkara á upprunamálunum.

Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála góvust tó ikki so, og vit fóru undir at gera eina danska-føroyska orðabók eftir sama leisti sum ta ensku. Tá høvdu vit tað hepni at fáa ein starvsfelaga afturat saman við okkum. Her var talan um enn eina eldsál, ta donsku Hanne Jacobsen, sum hevði fest rót í Føroyum og hevði lært seg føroyskt til lítar. Hon ansaði eftir, at øll tey donsku heitini vóru røtt. Nógv ivamál eru í danskari rættskriving, so tað kom væl við at fáa ein so góðan danskan málfrøðing sum hana at leggja okkum lag á. Her fingu vit tí eina frálíka danska orðabók, og føroysku týðingarnar hava verið mongum hentar.

Um hetta mundið tók alnótin seg fram, og hesar orðabøkur eru nú – Jonhard fyri at takka – at finna hjá Sprotanum, eisini tann stóra týska, og teimum á baki fleiri aðrar. At tær eru ókeypis at nýta, hvar tú enn ert, ber við sær, at fólk um allan heim, tá tey síggja ein føroyskan tekst, sjálv kunnu sprota seg fram til, hvussu føroysku orðingarnar kunnu sigast á teirra egna máli. Nú hevur hvørt skúlabarn fartelefon, og ivast tey í einum orði, so sprota tey og hava svarið beinanvegin. Tað er sanniliga hugaligt hjá einum abba at hava verið við til at gjørt nakað sum abbabørnini fáa bæði gagn og gleði av.

Eg skal nýta høvið at takka øllum teimum, sum hava samstarvað í hesum verki. Vælvildin hevur verið ótrúlig bæði frá starvsfeløgum, fíggjarligum stuðlum, keyparum og øllum teimum sum hava hjálpt okkum í ivamálum. Her er eitt ítøkiligt dømi um, at vit føroyingar kunnu útinna tað ótrúliga við at gera tað sum vit settu okkum fyri í 1888: At halda saman, so vit kunnu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

58 Leygardagur 10. mai 2025

Floytan tagnað – Takk fyri alt, Niklas

Minningarorð - Fótbóltssamband Føroya

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin 5. mai andaðist okkara kæri vinur og starvsfelagi, Niklas á Líðarenda, 69 ára gamal

Fótbóltsføroyar hava mist ein góðan og trúgvan vin. Eftir stutta sjúkralegu andaðist Niklas á Líðarenda mánadagin 5. mai, 69 ára gamal.

Niklas var eitt serstakt menniskja, altíð klárur at hjálpa og vælsignaður við einum løttum lyndi. Hann var stuttligur og gløggur, og tað var gott at vera har, sum Niklas var. Ein gávaður maður, sum hevur ríkað fótbóltsumhvørvið Føroya í heili 43 ár.

Eyðmjúkur sum fáur, hevði hann lítlan tørv á uppmerksemi ella viðurkenning. Tí var tað eisini, at vit øll gleddust serliga nógv, tá hann fyrr í ár varð heiðraður á Ítróttarfagnaðinum hjá ÍSF við Heiðursskjali Poul E. Petersen – ein heilt serstøk og væl uppiborin viðurkenning.

Niklas á Líðarenda varð valdur í útbúgvingarnevndina hjá FSF í 1994, og í starvsnevndina í 2003, og sat millum annað sum varaforseti frá 2003 til 2010. Harafturat hevur hann røkt sessir í ungdómsnevndini, landsliðsnevndini, kappingarnevndini og í dómaranevndini.

Á vøllinum var Niklas á Líðarenda eisini sera virkin. Í 1980 dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini, og líka til í fjør var hann partur av dystum í føroysku kappingini, annaðhvørt sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari ella dómaraeygleiðari. Tilsamans yvir 1.300 dystir.

Uttan fyri landoddarnar vóru eisini boð eftir fryntliga nesmanninum úr Norðragøtu. Frá 1992 til 1997 umboðaði Niklas á Líðarenda Føroyar sum FIFA dómari, og frá 2006 til stutt fyri jól í fjør, tá hann var eygleiðari til UEFA Conference League dyst í Svøríki, var Niklas altjóða dómaraeygleiðari.

Sorgin er stór, nú vit siga farvæl við ein av okkara kæru. Minnini um allar tær góðu løturnar saman við Niklasi eiga vit tó. Latið tað tí verða okkara mál, at vit saman fegnast um lívið hjá Niklasi, og á henda hátt veita honum hægsta heiður.

Hvíl í friði, góði Niklas.

Í sambandi við U17 landsdystin hjá gentum á Djúpumýru í Klaksvík í dag millum Føroyar og Eysturríki, fara vit at minnast Niklas á Líðarenda við tøgn í ein minutt.

Fótbóltssamband Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2025

59
Leygardagur 10. mai 2025

Vit minnast Niklas

Víkingur - minningarorð

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Víkingur

Tað var skelkandi at fáa boðini um, at Niklas á Líðarenda var farin um sýn, 69 ára gamal.

Niklas er kendur í øllum fótbóltsumhvørvinum í Føroyum, har hann hevur virkað í eini 43 ár - fyrst og fremst sum dómari og eyleiðari, men so sanniliga eisini sum instruktørur og undirvísari.

Niklas hoyrdi til hjá okkum her í Sarpugerði. Hann var sjáldan til dystirnar hjá besta liðnum, tí tað forðaði arbeiði hansara honum í.

Tá ið okkara lið spældi, dømdi ella eygleiddi hann aðrastaðni – okkara lið dømdi hann ikki.

Kortini hoyrdi hann til her og nógvir munnu dystirnir í ymsu deildunum vera, sum ikki høvdu verið spældir, átók Niklas sær ikki at døma teir.

Sjálvt um hann var altjóða dómari og altjóða eygleiðari, so forðaði tað honum ongantíð at døma ein pilta- ella gentudyst, stóðu vit og manglaðu ein dómara.

Niklas á Líðarenda hevur gjøgnum árini verið eitt virðiligt umboð fyri felagsskapin her í Sarpugerði – bæði í sínum virki í FSF, men so sanniliga eisini í altjóða fótbóltsumhvørvinum.

Sonja – vit syrgja saman við tær og øllum tínum, men vit gleðast eisini um minnini um Niklas, sum nú er farin í annað ljós.

Hiðani úr Víkingi lýsa vit frið yvir minnið um Niklas á Líðarenda.

Brandur Jacobsen
formaður



Brot úr Sarpuni:

Minningarorð um mín góða vin og arbeiðsfelaga Niklas á Líðarenda.

Mánadagurin 5. mai var ein tristur dagur fyri meg, fyri føroyska fótbóltsdøming, ja fyri allan føroyska fótbólt sum heild, tá boðini bórust at mín góði vinur og arbeiðsfelagið var farin, bert 69 ára gamal.

Niklas og eg komu at kennast í 1980’num, tá eg spældi við KÍ og hann dømdi.
Vit kendust ikki so væl ta fyrstu tíðina, men eg minnist at fleiri við mær, høvdi stóra virðing fyri fyri honum longu tá, hóast hansara unga aldur. Hann dugdi ikki bara at døma hvat var rangt ella rætt, hann dugdi so sera væl at leiða dystirnar, tað var hansara “kep-hestur”, sum hann sjálvur plagdi at taka til.

Niklas dømdi í bestu deildini hjá monnum fram til og við 2003. Hann gjørdist FIFA – dómari í 1993.

Síðani hann gavst at døma á hægsta stigi, hevur hann røkt nógvar postar í Fótbóltsambandinum – millum annað fleiri ár sum formaður í dómaranevndini. Hann var varaforseti frá 2003 til 2011 tá hann ikki stillaði uppaftur.

Niklas livdi fyri dómarayrkinum, tað var hansara eitt og alt. Niklas var serkønur í fótbóltslógini og ein framúrskarandi undirvísari, bæði tá talan var um at undirvísa nýggjum ella royndum dómarum, og hann gjørdi ikki mun á nøkrum.

Hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at menna føroyska fótbóltsdøming – hann var ein undangongumaður.

Hann var við til at menna eygleiðara skipanina í Føroyum og gjørdist sjálvur altjóða eygleiðari í 2006, sum tann fyrsti føroyski nakrantíð. Soleiðis hevur hann virkað líka síðani, har hann m.a. hevur eygleitt ungar sum royndar dómarar, bæði í Føroyum og um alt Evropa. Niklas eygleiddi 633 dystir í Føroyum og 124 altjóða dystir.

Niklas dugdi so sera væl at koma í samband við fólk. Tað eru fá í dómara umhvørvinum, her heima og uttanlanda, sum ikki kenna hann. Tað lá ræði fyri hjá honum at halda eina talu, og flætta søgur frá egnum lívi inn, fyri síðani at enda við einum sangi. Væl dugdi hann at syngja, ein sangur sum lá honum sera nær og sum fær okkum at hugsa um Niklas, er Nánd sum hann sang so sera væl.

Sum fyri so nógvar, so hevði Niklas sera stóra ávirkan á mína leið sum dómari, hann stuðlaði og lærdi frá sær, har hann kundi.

Seinni vóru vit báðir á FIFA listanum samstundis og seinastu mongu árini hava vit vera altjóða eygleiðarar og dómarainstruktørar. Niklas dugdi so sera væl at undirvísa, á sín egna hátt, øll vistu hvat hann stóð fyri og hann fekk øll at skilja.
Seinast mongu árini hava vit tosað saman eftir hvørt umfar í Betri deildini, vit vistu at annar av okkum fór at ringja, fyri at hoyra hvussu tað hevði gingist hjá ymsu dómarunum. Mangar støður hava verið endavendar. Hann hevði eitt sera høgt fakligt støði, tí var tað altíð sera áhugavert og læruríkt at tosa við hann.

Tá eg koyri heim eftir dystin í kvøld, má eg nokk tosa við meg sjálvan, meðan eg havi teg í tonkunum Niklas - tað verður ein saknur.

Niklas var eitt fantastiskt menniskja, altíð klárur at hjálpa og vælsignaður við einum løttum lyndi. Niklas var stuttligur, fevnandi og gløggur – eginleikar, sum vit øll við tilknýti til FSF dagliga hava fingið gleði av øll tey 43 árini, Niklas hevur verið virkin innan dómarayrkið í Føroyum.

Eyðmjúkur sum hann var, hevði hann lítlan tørv á uppmerksemi ella viðurkenning. Tí var tað eisini, at vit øll gleddust serliga nógv, tá hann fyrr í ár varð heiðraður á Ítróttarfagnaðinum við Heiðursskjali Poul E. Petersen – ein heilt serstøk og væl uppiborin viðurkenning.

Sorgin er stór, nú vit siga farvæl við ein av okkara kæru. Minnini um allar tær góðu løturnar saman við Niklasi eiga vit tó. Latið tað tí verða okkara mál, at vit saman fegnast um lívið hjá Niklasi, og á henda hátt lata hann liva víðari í okkum.

Hvíl í friði, góði Niklas.

Lassin Isaksen



Heilsan frá UEFA

Evropeiska fótbóltssambandið sendi hesi orð um Niklas á Líðarenda

We have received the news of the unexpected passing of Niklas.

Niklas was a FIFA referee for a few years in the 1990s and became even better known in the UEFA football family as a referee instructor (we recall first meeting him at a UEFA referee instructor course in Oslo in March 2004) and a member of our Referee Observer panel since 2006 until the present day.

He received over 120 UEFA referee observer appointments, from a first match in Ireland in August 2006 to his final assignment in a UEFA Conference League match in Sweden just before Christmas last year.

Niklas will be sorely missed by the UEFA refereeing family, where he was well respected for his refereeing knowledge and also his sense of humour and good nature, which raised the spirits of many of our referees at their matches and other participants at UEFA events Niklas attended.

We would like to express our deepest sympathy at this trying time and our thoughts are with his family and all of you during this period of mourning and sorrow.
We would also appreciate you passing this message to any family of Niklas and also your colleagues in the Faroe Islands FA.

UEFA


Friður verið við minninum um okkara kæra vin, Niklas á Líðarenda 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025