Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 31. mai 2025 | Nr. 22 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Vánaligasta undirtøkan í fimm ár

SíÐa 4

1 Leygardagur 31. mai 2025

Góðan lesihug og góða norðoyastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Onnur reka í rætt fyri Fólkaflokkin

Í oddagrein her í blaðnum fyri viku síðani dittaðu vit okkum at spekulera eitt sindur uppá, um løgmaður kanska umhugsaði at brúka ólavsøkurøðuna komandi til at útskriva val. Fyri at – ja, at sleppa burtur úr naggatódnini, sum samgongan tykist at hava fløkt seg út í.

Nú sjey dagar seinni kunnu vit staðfesta, at tað er ein óhugsandi tanki.

Hetta grundað á veljarakanningina, sum vit hava kunngjørt í Portalinum hesa vikuna. Tað er ikki komið fyri fyrr í nýggjari tíð, at ein samgonga hevur havt so lítla undirtøku hjá veljarunum. Samgongan stendur ikki bara til at missa meirilutan á tingi, men at missa triðingin av tingmanningi – seks tingfólk – harav Javnaðarflokkurin stendur fyri at missa tey fýra.

Hetta eru so vánalig veljaratøl, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi tora út í eitt løgtingsval í ár. Flokkarnir hava desperatan tørv á at fáa onkur mál ígjøgnum, sum teir kunnu profilera seg uppá fram móti komandi vali.

Spurningurin er so, hvørji mál tað kann vera. Vit hava ikki svarið.

Eitt kunnu vit siga við vissu. Fyri Javnaðarflokkin verður tað neyvan, at lova verkastættini styttri arbeiðsviku.

Tað gjørdu tey seinast, og vunnu valið upp á tað. Men einki hendi við hesum lyftinum. Verkafólkini, sum gleddu seg til at fáa fleiri tímar saman við hjúnafelaga og børnum, upplivdu í staðin at verða hótt við at skulu bíða nøkur ár áðrenn tey kundu rokna við at sleppa á pensjón.

Hetta var eitt so stórt strategiskt mistak hjá sokallaða verkamannaflokkinum, at her vendist neyvan aftur í bræði. Tað skulu meira enn taktiskar snildir til fyri at fáa samlaðu fakfelagsrørsluna at gloyma, hvussu flokkurin so dyggiliga lumpaði tey.

Hjá Tjóðveldi sær tað út til, at stættin, sum flokkurin stygdi burtur við uppskotinum um ‘gongd í haga’, sum bleiv til ‘lóg um burðardygga ferðavinnu’, á ongan hátt er rikin í rætt aftur nú eitt ár er liðið.

Sostatt kann Fólkaflokkurin í dag gera sær dælt av at hava fingið bæði búnaðar- og verkafólk upp í skaran av fjepparum, og harvið ein tryggan borgarligan meiriluta til komandi løgtingsval – líka mikið um val verður í ár ella næsta ár.

Tað er politiski realiteturin í dag. Fólkaflokkurin nýtist lítið og onki at gera fyri at fáa fleiri upp í sítt fylgi. Tí tað eru aðrir flokkar syrgja fyri rakstrinum.

Einasti samgonguflokkur, sum – kanska – sær ein fyrimun við løgtingsvali nú, kundi verið Framsókn. Flokkurin var dømdur deyður eftir at egni landsstýrismaður floksins var niðurstemmaður av sínum egnu við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg. Men sambært nýggjastu veljarakanningini megnar flokkurin, nú við einum haldførisuppskoti, sum heldur ikki kom í gjøgnum, at halda stand við einum uppeftirgangandi tendensi.

Jú, mangt er undarligt í politikki.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2348

    Lisnar síður: 6769

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 31. mai 2025

Samgongan í fríum falli

Tað er serliga Javnaðarflokkurin, sum fær ein frammaná, vísir nýggj veljarakanning hjá Portalinum

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur okkurt at hugsa um. Nýggjasta veljarakanning gevur samgonguni ein veruligan frammaná (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Veljarin er als ikki nøgdur við avrikið hjá sitandi landsstýrissamgongu. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fáa ein rættiliga frammaná í veljarakanningini, sum Portalurin kann kunngera í dag.

Samgonguflokkarnir missa ikki færri enn seks tingsessir tilsamans. Hinvegin kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveireinir skipa nýggja samgongu, enntá við størri meiriluta enn teir tríggir núverandi samgonguflokkarnir hava.

Tað er serliga Javnaðarflokkin, sum tað gongur útyvir í nýggjasstu kanningini.

Úr 9 niður í 5 sessir

Kanningin vísir, at um val var í dag, so hevði Javnaðarflokkurin fingið 14,5 prosent av atkvøðunum, hevði verið fjórðstørsti flokkur, og fingið fimm sessir í løgtinginum. Tað er fýra færri enn nú. Lutfalsliga afturgongdin hevði verið 12,1 prosentstig.

Eisini hinir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, ganga aftur og missa ein tingsess hvør. Tjóðveldi niður í fimm og Framsókn niður í tveir tingsessir.

Tjóðveldi otar seg fram um Javnaðarflokkin, og hevur nú 14,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 2,9 prosent stig í mun til valið í desember 2022.

Framsókn fær 7,3 prosent av atkvøðunum, sum er ein lutfalsliga lítil afturgongd á 0,3 prosentstig, men nóg stór afturgongd til at missa tað síðstvalda tingfólkið sambært hesi kanningini.

[object Object]Veljararnir flokkast um Fólkaflokkin við Beini Johannsen sum formanni. Triðji hvør veljari sigur seg nú fara at seta krossin við lista A (Mynd: Jens Kr. Vang)

Triði hvør velur lista A

Heilt stóri vinnarin í kanningini er Fólkaflokkurin, sum hevur eina óvanliga stóra framgongd á heili 15,1 prosentstig, úr 18,9 til 34,0 prosent. Tað vil siga, at meira enn triði hvør veljari nú sigur seg fara at velja Fólkaflokkin. Tað er ein søgulig stór undirtøka hjá einum flokki í Føroyum.

34 prosent gevur Fólkaflokkinum triðja hvønn sess í tingsalinum. 11 tingsessir er fimm fleiri enn nú.

Ongantíð fyrr, síðan Portalurin og Spyr.fo fór undir at samstarva um veljarakanningar, hevur ein flokkur fingið so stóra undirtøku, sum Fólkaflokkurin stendur at fáa nú.

Tá tað stóð allarbest til í veljarakanningunum hjá Javnaðarflokkinum undan seinasta vali, kom flokkurin upp á 32,5 prosent í veljarakanning. Tað var í desember 2021. Hesi árini hevur tað eisini einans verið Javnaðarflokkurin, ið hevur fingið oman fyri 30 prosent í veljarakanning.

Fólkaflokkurin vinnur í Havn

Óvanliga stóra undirtøkan hjá Fólkaflokkinum sæst eisini í, at í seinastu veljarakanning hjá Portalinum, sum varð gjørd 13. mars, fekk Fólkaflokkurin 27,0 proent av atkvøðunum. Sostatt er flokkurin gingin fram við heili 7 prosentstigum upp á tveir og ein hálvan mánað – hetta er eisini ein heilt óvanliga stór veljaraflyting upp á so stutta tíð.

Hyggja vit eitt sindur djypri niður í kanningina, so síggja vit, at Fólkaflokkurin nú er nógv tann sterkasti flokkurin í Suðurstreymi/Tórshavnar kommunu, eitt øki, sum annars hevur verið mett sum eitt trupulleiki hjá Fólkaflokkinum.

Fjórði hvør veljari í Tórshavnar kommunu sigur seg nú fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum, sostatt er flokkurin tvífaldaður í høvuðsstaðarøkinum í mun til seinasta, har tað eisini er Javnaðarflokkurin, sum er stóri taparin.

Og í restini av landinum eru tað yvir 40 prosent, sum fara at seta krossin fyri Lista A.

Sambandið minkandi undirtøku

Nýggjasta veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum 22,2 prosent av atkvøðunum og 8 tingfólk, eitt meir enn í løtuni. Tað er ein framgongd á 2,3 prosentstig í mun til seinasta val og ein tingsess meira.

Her er vert at leggja til merkis, at hóast Sambandsflokkurin hevur ligið støðugt á 8 tingsessum tær seinastu kanningarnar, so gongur flokkurin nú aftur í mun til tær báðar undanfarnu kanningarnar, tá undirtøkan hevur verið 23 prosent og omanfyri.

Teir smáu vaksandi undirtøku

Miðflokkurin stendur í nýggjastu kanningini at fáa 5,9 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 0,6 prosentstig í mun til seinasta val, og flokkurin varðveitir sínar tveir tingsessir.

Hóast báir teir smáu flokkarnir á tingi ganga eitt sindur aftur í mun til seinasta val, so standa bæði Framsókn og Miðflokkinum seg nú rættiliga væl betri, enn teir hava gjørt í undanfarnu kanningum. Í seinasstu kanning fekk Framsókn 4,9 og Miðflokkurin 4,6 prosent.

So núverandi undirtøkanupp til ávikavist 7,3 og 5,9 prosent er ein lutfalsliga stór framgongd.

Sjálvstýri hinvegin, hevur ongantíð ligið so lágt sum nú. Tað eydnaðist Spyr.fo at finna so mikið av sjálvstýrisveljarum hesaferð, at tað svarar til 1,2 prosent. Tað er tað lakasta, sum flokkurin hevur fingið í kanning íðan 2018.

500 fólk vórðu mánakvøldið spurd um hvønn flokk tey fóru at velja. Heili 15 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tiki støðu, 3,3 prosent søgdu, at tey fóru at atkvøða blankt og 1,2 prosent søgdu, at tey ikki fóru á val. Óvissan í kanningini er upp í 3,5 prosent.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

3 Leygardagur 31. mai 2025

Løgmaður fær ivasom skoðsmál frá veljarunum

Vit hava biðið veljararnar meta um avrikið hjá løgmanni á fýra týðandi økjum - dómurin er: Undir miðal

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ikki bara undirtøkan til Javnaðarflokkin, sum er avbjóðingin hjá Aksel V. Johannesen, floksformanni, í løtuni.

Veljarin gevur honum heldur ikki bestu skoðsmálini, tá spurt verður um, hvussu fólk halda, at hann hevur megnað sína uppgávu sum løgmaður.

Í sambandi við veljarakanningina, sum varð gjørd mánakvøldið, settu vit eisini veljarunum nakrar ítøkiligar spurningar um, hvussu tey halda at løgmaður hevur klárað seg.

Veljararnir høvdu fimm svarmøguleikar: 1 sera illa, 2 illa, 3 hvørki væl ella illa, 4 væl og 5 sera væl. Sostatt er skal umdømið upp á trý fyri at hava klárað seg miðal.

[object Object](Savnsmynd)

Neyðugar avgerðir: 2,50

Ein av spurningunum ljóðar: Hvussu megnar løgmaður at taka neyðugar averðir?

Her heldur ein góður helmingur av teimum spurdu (52%), at løgmaður hevur klárað seg illa, harav 20 prosent halda, at hann hevur klárað tað ‘heilt illa’. Meðan 20 prosent halda at hann hevur klára seg ‘væl’ (17%) ella ‘sera væl’ (3%). Størsti partur svarar tó hvørki, gerst samlaði karakterurin 2,5.

Tá hugt verður eftir politiska hugburðinum hjá veljarunum her, er mest áhugavert at hyggja eftir, hvat javnaðarveljarar halda. Millum veljararnar, sum siga seg fara at velja Javnaðarflokkin, fær løgmaður karakterin 3,71, altso væl yvir miðal.

Men hyggja vit eftir teimum veljarunum, sum siga, at tey valdu Javnaðarflokkin seinast, so kemur løgmaður ikki upp á miðal, hann fær 2,98. 38 prosent av hesum veljarum halda løgmann hava klárað seg ‘illa’ ella ‘sera illa’.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Lurta eftir og skilja fólk: 2,52

Ein rættiliga viðkomandi spurningur fyri veljaran ljóðar soleiðis: Hvussu dugir løgmaður at lurta eftir og skilja fólkið í Føroyum?

Her er karakterurin eitt sindur frægari, 2,52. Her eru tað eisini 52 prosent, sum halda at løgmaður hevur klárað seg illa. Men her eru fleiri enn í undanfarna dømi, sum siga løgmann klára seg ‘sera illa’ – 24 prosent, meðan 28 prosent siga ‘illa’.

Harðasta dóm her fær fær løgmaður frá fólkafloks- og sambandsveljarunum, 2,05, meðan javnaðarveljararnir eru á 3,88. Tey, sum valdu Javnaðarflokkin seinast geva her løgmanni 3,06.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Skapa semju og samstarv: 2,55

Vit settu eisini veljarunum henda spurningin: Hvussu megnar løgmaður at skapa semju millum politisku flokkarnar?

Aftur her er úrslitið eitt vet frægari, 2,55. Nú er tað akkurát 50 prosent av teimum spurdu, sum halda at løgmaður hevur klárað seg ‘illa’ (32%) ella ‘sera illa’ (18%). 20 prosent halda hann hava klárað seg ‘væl’ (18%) og ‘sera væl’ (2%).

Veljararnir hjá Fólkaflokkinum eru harðastir í sínari meting her, 2,08. Hyggja vit at veljarunum hjá samgonguni, so geva javnaðarveljararnir, sum vera mann, besta karakter, 3,62, meðan veljararnir hjá Tjóðveldi siga 3,03 meðan veljararnir hjá Framsókn ikki tykjast heilt nøgdir við samstarvið, tey geva løgmanni undir miðal, 2,64.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Umboða Føroyar: 2,83

Fjórði spurningurin ljóðar soleiðis: Hvussu dugir løgmaður at umboða Føroyar úteftir?

Her skorar løgmaður best. Samlaði karakterurin nærkast miðal, 2,83.

Her eru andstøðu veljararnir eitt sindur mildari í dømingini av løgmanni, meðan veljararnir hjá øllum trimum samgonguflokkunum halda løgmann hava klárað seg yvir miðal á hesum økinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

4
Leygardagur 31. mai 2025

Vánaligasta undirtøkan í fimm ár

Beinir Johannesen er aftur greitt løgmansevni. Sitandi løgmaður hevur ikki havt so vánaliga undirtøku síðan vit fóru undir at gera regluligar veljarakanningar

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Næstan 32 prosent av veljarunum halda, at formaðurin í Fólkaflokkinum skal vera næsti løgmaður Føroya. Sitandi løgmaður fær bara 15,7 prosent.

Tað siga tølini í nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo mánadagin 26. mai gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti.

Vit hava síðan 2019 gjørt regluligar veljarakanningar og javnan hava vit spurt fólk, hvør tey halda skal vera næsti løgmaður Føroya.

Undirtøkan hjá Beini Johannesen er tann hægsta síðan hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum, og undirtøkan hjá Akseli V. Johannesen er tann lægsta.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Best undirtøku í andstøðu
Bestu undirtøkuna hevði Aksel V. Johannesen tá hann sat í andstøðu. Tað var í desember 2021 tá 43,5 prosent peikaðu á hann sum løgmann. Tá hevði sitandi løgmaður, Bárður á Steig lága undirtøku við bara 17,6 prosentum.

Beint fyri løgtingsvalið í desember 2022 peikaðu 35,7 prosent á Aksel V. Johannesen sum løgmann, men tá vit eitt lítið ár seinni, í november 2023, aftur spurdu veljararnar hendan spurningin, var Aksel farin niður á 25,1 prosent.

Tá vann Bárður á Steig Nielsen fram sum løgmaður, men síðan er ein annar maður komin upp í leikin. Tað er Beinir Johannesen, sum tó ikki er komin á hædd við Aksel V. Johannesen í 2021.

[object Object]Formaður fólkafloksins, Beinir Johannesen, vinnur fram (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen hevur sambært hesari kanningini undirtøku sum løgmaður frá 32 prosentum av veljarunum.

20,8 prosent peika á Bárð á Steig Nielsen sum løgmann. Nýggja forkvinnan í Tjóðveldi gongur eitt sindur aftur í mun til seinastu veljarakanning í mars. Nú peika 13,3 prosent á Sirið Stenberg í mun til 15,4 prosent í mars.

Forfólkini í Framsókn og Miðflokkinum koma ikki uppá tal sum ávikavist løgkvinna og løgmaður í Føroyum. Ruth Vang í Framsókn fær undirtøku frá 2,6 prosent og Jenis av Rana 1,8 prosentum.

14 prosent ynskja onkran annan av teimum fimm floksforfólkunum til løgmann og 13,1 prosent siga seg ikki vita. 500 fólk svaraðu kanningini. Óvissan er upp í 3,4 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2025

5

Størv

Vinnuráðgevi til Føroya Banka

Meira Umsóknarfreist: 09. juni 2025

Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum

Meira Umsóknarfreist: 03. juni 2025

Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu

Meira Umsóknarfreist: 09. juni 2025

Deildarleiðari til elbiladeildina hjá Sev

Meira Umsóknarfreist: 02. juni 2025

1. meistari til Hans á Bakka

Meira Umsóknarfreist: 10. juni 2025

Kundaráðgevi til Føroya Banka

Meira Umsóknarfreist: 15. juni 2025

Maskinsmiður

Meira Umsóknarfreist: 06. juni 2025

Útkoyrandi mekanikari

Meira Umsóknarfreist: 06. juni 2025

Vit trola eftir nýggjum sølufólki

Meira Umsóknarfreist:

Droymir tú um eitt lærupláss innan handil?

Meira Umsóknarfreist: 15. juni 2025

Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!

Meira Umsóknarfreist: 04. juni 2025

KT-mennari til Vinnustovnin

Meira Umsóknarfreist: 09. juni 2025
6 Leygardagur 31. mai 2025

Semja um talgildu koyrikortini

Skjótt kunnu føroyingar brúka sítt talgilda koyrikort í Danmark, og vónandi er hetta fyrsta stig til, at føroyska talgilda koyrikortið eisini kann verða viðurkent í øðrum ES-londum, sigur landsstýrismaðurin við samferðslumálum

Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við samferðslumálum (Mynd: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skjótt verða føroysku talgildu koyrikortini eisini galdandi í Danmark.

Bæði Danmark og Føroyar hava talgild koyrikort, og Thomas Danielsen, danski ferslumálaráðharrin og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við samferðslumálum eru nú samdir um, at koyrikortini skulu verða galdandi tvørturum landamørkini, boðar danska ferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

– Tað skal vera lætt at brúka sítt talgilda koyrikort, uttan mun til, um mann er í Danmark ella í Føroyum. Tað ger gerandisdagin lættari hjá nógvum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

– Vónin er eisini, at hetta er fyrsta stig til, at føroyska talgilda koyrikortið kann verða viðurkent í øðrum ES-londum, sigur Jóhan Christiansen í tíðindaskrivi frá danska samferðslumálaráðnum, sigur hann.

Thomas Danielsen, danskur ferðslumálaráðharri sigur, at Føroyar og Danmark hava eitt sera gott og tætt samstarv, og er tað tí natúrligt, at londini viðurkenna talgildu koyrikortini hjá hvørjumøðrum.

– Vit hava funnið eina praktiska loysn uppá tað, og so skjótt reglurnar eru broyttar, kunnu bilførarar úr bæði Føroyum og Danmark frítt brúka teirra talgildu koyrikort, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

7 Leygardagur 31. mai 2025

Føroyar ábyrgdina av málsøkinum loftferðsla

Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikið í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum, og Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein felags yvirlýsing um stigvísa yvirtøku av málsøkinum loftferðsla er komin undir land. Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikið í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri.

Føroya landsstýri ætlar, at málsøkið loftferðsla verður tikið á føroyskar hendur. Loftferðsla er tøkniliga krevjandi øki, og tí hava landsstýrið og danska stjórnin avtalað, at yvirtøkan verður framd í stigum.

– Við yvirtøkuni av málsøkinum loftferðsla síggja vit fram til at taka á okkum alla ábyrgdina av einum av teimum stóru málsøkjunum, sum Danmark enn umsitur. Stigvísa yvirtøkan verður framd við fyriliti fyri flogtrygd og altjóða samstarvi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkismálum.

[object Object]

Danmark hevur ábyrgdina fyri loftferðslu í Føroyum, men síðani 2005 hevur verið arbeitt við at flyta málsøkið á føroyskar hendur.

– Vit halda, at føroyingar duga best at røkja føroysk viðurskifti, og tí hava vit arbeitt fyri at ábyrgdin fyri loftferðsluni verður flutt føroyskum myndugleikum. Við avtaluni um yvirtøku eru vit frá danskari síðu til reiðar at samstarva um yvirtøkuna av tøkniliga málsøkinum, sigur Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri.

Til tess at yvirtaka málsøkið í stigum krevst lógarbroyting, sum samferðslumálaráðharrin ætlar at leggja fyri Fólkatingið í komandi tingsetu. Afturat hesum skal líknandi lógarbroyting gerast í Føroyum, eins og føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera eina tíðarætlan fyri stigvísu yvirtøkuni.

Aftur at hesum verður settur ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum, sum fylgja við yvirtøkugongdini og tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

8 Leygardagur 31. mai 2025

Fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum á Sandi

Havið hóttir fornminnini á Sondum á Sandi. Ytst á bakkatromini stendur eitt søguligt gróthús. Í bakkanum undir gróthúsinum eru bústaðarleivdir frá miðøld og víkingatíð, sum eru í vanda fyri at máast burtur

 
SkrivaÐ:

Innsent

Gróthúsið ytst á bakkanum er nú so hótt, at avgjørt er at taka tað niður og endurreisa tað nakrar metrar longur inni í lendinum. Landsverk og Tjóðsavnið hava í nøkur ár samstarvað um at gera bakkaverjur, har fornminni eru hótt.

Í hesum sambandi varð ein fyribils verjugarður bygdur undir søguliga gróthúsinum. Hesin verjugarður er nú við at rapa og má takast niður aftur. Hetta arbeiðið er farið í gongd, so at klárt er at fara undir fornfrøðiliga útgrevsturin í komandi viku.

Í juni verður fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum. Útgrevsturin av bakkanum er eitt samstarv millum fornfrøðideildina á Tjóðsavninum og granskarar frá Aarhus Universiteti. Afturat sær hava granskararnir 14 fornfrøðilesandi við sær frá Aarhus Universiteti.

Búsetingin er áður kannað við smærri royndarútgrevstrum í bakkanum, bæði í 1994 og aftur í 2006–2007, tá C-14 royndir vórðu tiknar. C-14 tíðarfestingar av byggkornum, funnin undir víkingaldar langhúsi, vístu á, at fólk hava vitjað í oyggjunum millum ár 300 og 500 og millum 500 og 700, altso minst 300 ár áðrenn norrøna landnámið um ár 800.

Endamálið við útgrevstrinum er at fáa meira vitan um fornminnini á staðnum, áðrenn tey fara í havið. Útgrevsturin kann geva eina betri fatan av fyrstu norrønu búsetingunum í Føroyum og útbreiðsluni í Norðuratlantshavi – kanska eisini av eldri vitjanum áðrenn víkingatíð í oyggjunum.

[object Object]

Í fornfrøðiliga útgrevstrinum verða nýggir náttúruvísindaligir arbeiðshættir og betri tíðfestingarhættir brúktir, sum vónandi geva nýggjar upplýsingar um fyrstu búsetingarnar í Føroyum. Hetta eru hættir, sum Aarhus Universitet hevur granskarar og serstakar starvsstovur til.

Eitt annað týdningarmikið endamál við útgrevstrinum er at skúla fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti í føroyskari fornfrøði, umframt at geva teimum møguleika at arbeiða í Føroyum saman við starvsfeløgum frá Tjóðsavninum.

Tað er Tjóðsavnið, ið stendur fyri útgrevstrinum á Sondum. Fólkini frá Aarhus Universiteti koma við Norrønu sunnudagin. Smyril Line hevur stuðlað ferðini. Tey steðga í tríggjar vikur.

Kelda: Tjóðsavnið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

9 Leygardagur 31. mai 2025

Løgreglan: Teldusníkar gera um seg á Facebook og Messenger

Ávarað verður um teldusníkar sum biðja um telefonnummar frá fólki

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ver eyka kritisk/ur, um tú fært eini boð á Messenger frá einum vini, sum biður um títt telefonnummar! Hetta hevur hjá fleiri fólkum víst seg at vera boð frá teldusníkum.

Tað sigur løgreglan í ávaring.

Boðini eru skrivaði á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at talan er um boð frá óreiðiligum fólkum. Síðani eru fleiri boð farin víðari frá móttakaranum, og onkur hevur mist atgongd til sín facebook-vanga.

Hevur tú illgruna til, at okkurt er ófatt? Skift alt fyri eitt loyniorðini til Facebook og teldupost, eru ráðini.

Minst eisini til, at tú ongantíð mást útflýggja tíni loyniorð ella gjaldkortsupplýsingar á sosialum miðlum.

Farna vikuskiftið fekk Føroya Politi fleiri fráboðanir um teldusníking á Facebook og Messenger.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

10 Leygardagur 31. mai 2025

Eitt-árs fongsulsrevsing og útvísing fyri ógvusligt álop

32-ára gamli maðurin av Filipsoyggjunum hevur skotið dómin inn fyri landsrættin, veit Kringvarpið. Hann er í Føroya rætti dømdur fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap

Tað kundi prógvast - millum annað við vakmyndatóli - at 32-ára gamli maðurin hevði lagt álopið til rættis (Mynd: Føroya Rættur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var í november 2024, at ein maður leyp á ein annan í Skálafirði - við knívi. 

Tann órættaði slapp við lívinum, meðan hin, ein 32-ára gamal maður við uppruna í Filipsoyggjunum, varð varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd.

Hann hevur síðani sitið í varðhaldi, og í vikuni fall dómur í Føroya Rætti í málinum.

Sambært Kringvarpinum eitur dómurin treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, umframt at persónurun skal vísast av landinum. Hetta er fyri:

- Serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni, hevur sagt, at eitt ár er umleið tað, sum ákæruvaldið kravdi fyri brotsverkið.

Tað kundi prógvast - millum annað við vakmyndatóli - at 32-ára gamli maðurin hevði lagt hetta til rættis. Millum annað við at keypa knív, kikara og eina tasku.

Dømdi maðurin noktar seg tó sekan í málinum, sum nú verður skotið inn fyri landsrættin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

11
Leygardagur 31. mai 2025

Hava keypt skip fyri Hav Sand

Nýggi Hav Sand skal avloysa eitt eldri farmaskip við sama navni

Nýggi Hav Sand (Mynd: Navigare)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Felagið Navigare í Søldafirði seldi fyri stuttum farmaskipið Hav Sand, og nú hevur reiðaríið keypt eitt nýggjari og størri skip fyri Hav Sand.

- Vit valdu at selja Hav Sand, sum hevur verið í reiðarínum í nógv ár, og tænt okkum væl, men vit máttu innsíggja, at tíðin var farin frá skipinum tá ið talan er um okkara tørv. Vit fingu eitt gott boð, og valdu tí at selja, sigur Álvur Højgaard, reiðari.

Navigare keypti Hav Sand í 2011, og stytti síðani skipið hjá Mest í Havn umframt at skipið eisini bleiv bygt um til sjálvlossara, og síðani hevur skipið verið í fastari sigling hjá felagnum.

Í sambandi við at Navigare seldi Hav Sand av landinum, so hevur felagið nú leitað eftir einum hóskandi avloysaraskipi, sum felagið nú hevur keypt.

Talan er um finska farmaskipið Helene VG, sum tó hevur heimstað í Limasol. Skipið er 86 metrar langt, og knappar 13 metrar breitt, og er so at siga systurskip hjá Hav Aldu, sum Navigare eisini eigur, tó er nýggja skipið eitt vet longri.

Álvur Højgaard, reiðari ynskir ikki at upplýsa keypsprísin á skipinum, men sigur at teir eru vælnøgdir við handilin.

Hann leggur aftrat, at skipið verður yvirtikið síðst í mai og tá skal skipið umbyggjast til sjálvlossara og málast soleiðis at tað fær litirnir, sum Navigare brúkar til síni skip.

Nýggi Hav Sand verður eftir ætlan klárt til at fara í sigling í juli mánaða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

12
Leygardagur 31. mai 2025

Vónin hevði 45 milliónir í avlopi fyri skatt

Vónin hevur nú 22 deildir kring Norðuratlantshav og 460 fólk í starvið, harav góð hundrað í Føroyum

Framleiðsluhøllin hjá Vónini í Litava. Nú eru sólpanel sett upp á 10.000 fermetra stóra takinum (Mynd: Vónin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vónin samtakið aftur í vøkstri. Við eini søluframgongd á 24 milliónir krónur í 2024, setti samtakið enn eina ferð sølumet. Samlaða sølan í samtakinum fyri 2024 var 661 milliónir krónur í mun til 637 milliónum í 2023. Sum áður, kemst vøksturin av øktari sølu til marknaðir uttan fyri Føroyar. Úrslitið eftir skatt fyri árið 2024 var 45 milliónir krónir í mun til 46,6 milliónir í 2023.

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Noregi og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt Norðuratlantshavið.

Serliga alivinnan er ein vaksandi partur av virkseminum hjá samtakinum. Fyri 2024 var 40 prosent av samlaðu søluni til alivinnuna, sum er ein framgongd á 42 milliónir krónur. Serliga søla til skotsku og kanadisku marknaðir eru vaksandi.

Í 2024 bleiv eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu við Norðskála. Í dag er hettar helst tann mest framkomna tænastustøð í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð, hevur norska felagið í samtakinum, Vónin Refa, eina líknandi tænastustøð í Norðurnoregi og harumframt er Vónin í gongd við at byggja eina líknandi tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu í 2025.

Fyri at tryggja framstig til fiskivinnuna, hevur Vónin í fleiri ár støðugt arbeitt við at ment trollemmar sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Og í 2024, var eitt gjøgnumbrot í hesum økinum, og nú bjóðar Vónin sínum kundum í uppisjóvarflotanum trollemmar við stýring.

Arbeitt verður víðari við at menna líknandi loysn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum arbeiða feløgini miðvíst at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu trý árini hevur samtakið sent samlað yvir 3.000 tons av tilfari til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. eru sólpanel og jarðhiti uppsett á 10.000 fermetra stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn og hita.

Fyri 2024 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 460. Harav starvast 101 av teimum í Føroyum. 

Tíðindaskriv frá Vónini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

13 Leygardagur 31. mai 2025

Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleika í Evropa

Seinastu árini hevur vinnutíttleikin ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu í Føroyum 85 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleikan í Evropa.

Seinastu árini hevur vinnutíttleikin, sum telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini, ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu í Føroyum 85 prosent.

Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa var í Íslandi - 80 prosent.  Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 73 prosent í Noregi, skrivar Hagstovan.

[object Object]

Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum, og sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil.

Vinnutíttleikin hjá monnum og kvinnum í Føroyum er ávikavist 87 prosent og 83 prosent.

[object Object]

Vinnutíttleikin í Føroyum er hægri í nærum øllum aldursbólkum samanborið við Ísland, Danmark og ES.

Millum tey 15 til 20 ára gomlu er vinnutíttleikin 73 prosent í Føroyum. Til samanberingar er hann í Íslandi 70 prosent, í Danmark 57 prosent og í ES 20 prosent.

Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin 67 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann 33 prosent, sum er meira enn tvífaldað av vinnutíttleikanum í Íslandi og Danmark, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

14 Leygardagur 31. mai 2025

Næstan 1,8 milliónir krónur savnaðar inn til Megd

Tað fer at koma nógvum føroyingum til góðar, at feløgini í Megd fáa eitt sindur meira at arbeiða við, segði ein takksom forkvinna, Ruth Thomsen

Óluva Zachariassen og Kári Sólstein (Skíggjamynd: Kvf)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnukvøldið var landsinnsavning fyri Megd. Tiltakið varð skipað sum ein sjónvarpssending, sum vit kenna tað frá øðrum innsavningum við vinningum og tónleikaframførslum.

Tá klokkan var níggju vóru 1.797.330 krónur savnaðar inn.

- Heilt fantastiska flott. Túsund takk, vóru orðini frá Ruth Thomsen, forkvinnu í Megd.

[object Object]Ruth Thomsen (Skíggjamynd: Kvf)

Hon nevndi eisini virði av teimum kunnandi innsløgunum sum vóru gjøgnum kvøldið.

- Tað eru nokk fleiri kring landið, sum ikki hava vitað tað stóra um hvat hesi ymisku feløgini hjá Megd gera og hvat tað snýr seg um. So eg vænti tað eru nógv, sum eru blivin klókari í kvøld, og tað er umráðandi.

Pengarnir verða býttir millum øll 24 limafeløgini í Megd.

- Og eg ivist slett ikki í, at tað fer at koma øgiliga nógvum føroyingum til góðar at feløgini fáa eitt sindur meira at arbeiða við, segði Ruth Thomsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2025

15 Leygardagur 31. mai 2025

Samlaða avlopið hjá Nes kommunu var yvir tríggjar milliónir

Inntøkurnar og úrslitið fyri 2024 sum heild var væl betri enn væntað. Stórur partur av játtaðu íløgunum varð ikki brúktur

Í 2023 var undirskot á átta milliónir (Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á almennum fundi mánadagin varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur. Kommunan staðfestir, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini.

- Skattainntøkan hjá kommununi í 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 86,1 milliónir krónur, sum er 5,2 mimilliónir hægri enn í 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 80,3 milliuónir krónur. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 5,8 milliónir betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73 milliónir krónur, ið er 6,3 milliónir krónur meira enn í 2023. Í játtanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 73,0 milliónir. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2024 áleið sum mett í fíggjarætlanini.

- Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 12,0 millió, mótvegis 13,5 milliónir í 2023. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 6,1 milliónir krónur Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 5,9 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlað yvirskot á yvir tríggjar milliónir

Nes kommuna nýtti ikki ein stóran part av íløgukarminum, sum annars var játtaður.

- Samlaðu íløgurnar í 2024 vóru 8,7 milliónir krónur netto. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 24,1 milliónir krónur. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 18,5 milliónir lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2024, verða fluttar til 2025.

Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 3,3 milliónir krónur í árinum. í 2023 var talan um eitt undirskot á 8,1 millónir krónur.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 32,9 milliónir krónur. Hetta er tó væl undir skuldarmarkið - 35,3 prosent av eini skattaálíkning.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

16 Leygardagur 31. mai 2025

Fingu 238 lomvigaregg í Lonini

- Seinast, vit vóru her og rændu lomvigaregg, var hin 5. juni í 2010, og tá fingu vit 212 egg í somu sigum sum fríggjadagin

(Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ein gomul kunngerð galdandi, sum loyvir Tjóðsavninum at veita loyvi til at ræna lomvigaregg í fuglabjørgum í ávísum støðum um landið.

Men, hóast skipað feløg og einstaklingar fleiri ferðir hava søkt um loyvi at ræna, hevur tað ikki eydnast at fáa hetta loyvi – ikki fyrr enn í ár, skrivar Sands kommuna.

Í ár fekk Lonafelagið, sum varðar av Lonini vestantil á Sandoynni, loyvi at gera nakrar royndir at finna út av, hvussu vorðið er við lomviganum í økinum.

Tjóðsavnið gekk umsíðir umsóknini á møti og minti á treytirnar, sum eru við loyvinum, har tað eitt nú skal fráboðast, hvussu nógv egg eru rænd í vertíðini.

Farna fríggjadag vóru fólk í Lonini og rændu lomvigaregg, og samlaða talið av eggum henda dagin gjørdist 238, sum verður hildið at vera eitt hampiliga gott tal, nú ræningin var so tíðliga.

- Seinast, vit vóru her og rændu lomvigaregg, var hin 5. juni í 2010, og tá fingu vit 212 egg í somu sigum sum fríggjadagin – ella í umleið einum fjórðingi av samlaðu Lonini.

Fólk, sum vóru við í Lonini, siga, at hesaferð varð farið lutfalsliga tíðliga at ræna fyri at tryggja sær, at lomvigin verpur uppaftur, soleiðis sum vanligt er.

Roknast kann við, at enn meira hevði verið vorpið og fleiri egg kundu verið fingin, um nakrir dagar vóru gingnir aftrat, áðrenn farið varð at ræna.

- Vit vóru 15 fólk við henda dagin, harav eini átta ung, og fleiri sluppu niður í Lonina, eins og onkur slapp niður fyrstu ferð.

Loyvið, sum Lonafelagið hevur fingið frá Tjóðsavninum, er galdandi til og við hin 8. juni, men ivasamt er, um farið verður avstað aftur.

Kanska verður tað ein túrur aftrat.

- Tað er eisini eitt loft fyri, hvussu nógv egg vit kunnu taka, og nøkur av eggunum eru latin til kanningar, siga fólk, sum vóru við henda dagin.

Úr bakkanum og niður í sjógvin, har Lonin er, eru stívliga 300 metrar, og lomvigin er sjófuglurin, sum reiðrast niðast í berginum.

- Henda dagin vóru vit millum 220 og 250 metrar niðri, tá sigið var longst. Línan verður drigin við spæli, sum stendur í spælhúsi uppi á bakkanum.

Leggjast kann aftrat, at tað er munur á at skjóta eina lomvigi – og so at taka nøkur lomvigaregg í berginum við fleiri árum ímillum, soleiðis sum tað hevur verið nú í mong ár.

Rænir tú eitt lomvigaregg, verpur lomvigin vanliga uppaftur, men ein lomvigi, sum verður skotin, verpur ongantíð aftur.

Ræning hevur altíð verið ein partur av siðaarvinum í Sandoynni, men eingin verður yngri, og verður eingin túrur gjørdur, sum hesaferð, doyr hesin partur av siðaarvinum burtur.

Tað ger ikki Føroyar ríkari.

Lonafelagið fegnast um møguleikan at gera hesa royndina, og felagið fegnast eisini um, at hóast tíðliga í verpingartíðini, var væl vorpið.

Millum fólk, sum vóru við í ræningini fríggjadagin, vóru eitt nú Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, róptur, og Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

17 Leygardagur 31. mai 2025

Hakin settur í til røktarheimið í Stórubrekku

Nýggja røktarheimið fer at kosta knappar 300 milliónir krónur og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027

Elsa Berg, borgarstjóri (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin setti Elsa Berg, borgarstjóri, hakan í til nýggja røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík.

Articon hevði lægsta tilboðið at byggja røktarheimið upp á knappar 300 milliónir krónur.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Væntandi verður heimið liðugt í seinnu helvt av 2027.

Fleiri myndir síggjast her

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

18 Leygardagur 31. mai 2025

Níggju verkætlanir hava fingið játtað yvir níggju milliónir

Hetta frá Granskingarráðnum. Fimm av granskingarverkætlanunum eru til ph.d - seks av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur

Metnógvar umsóknir - 50 í tali - komu inn, og søkt varð um samanlagt 54,3 milliónir krónur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans 9,2 milliónir krónur í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.

Metnógvar umsóknir vóru um stuðul til gransking í ár. 50 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Tað vóru 11 fleiri enn enn í fjør. 

Søkt varð um tilsamans 54,3 milliónir krónur.  

Av teimum níggju verkætlanunum, ið Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til, eru fimm ph.d.-verkætlanir. 67 prosent av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33 prosent menn.

Avgerðirnar hjá faknevndini eru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Løgtingið hevur játtað 9 milliónir krónur til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,2 milliónir. 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Margreta Nónklett: "Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980'unum"
Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 330.000

Ingi Heinesen Højsted: "At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans"
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildinii á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.700.000

Tróndur Møller Sandoy og Erika A. Hayfield: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd"
Verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 950.000 kr.

Terji Nielsen: "Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan"
Ph.d. verkætlan á SEV - 650.000 kr.

Karin Habermehl-Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar" 
Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 kr.

Maria Marjunardóttir Dahl: "Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni"
Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - 1.250.000 kr.

Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina"
Verkætlan á Umhvørvisstovuni - 1.000.000 kr.

Durita Viderø Gunnarsson: "Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk"
Ph.d. verkætlan á Heilsugranskingareindini - 1.100.000 kr.

Ulrike Steuerwald: "Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu í Føroyum"
Verkætlan á Heilsugranskingareindini - 600.000 kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

19 Leygardagur 31. mai 2025

Tríggjar verkætlanir og tvær kanningar um arbeiðsmarknaðin fingu stuðul

Upp til í mesta lagi 3 milliónir krónir vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2025

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til tríggjar granskingarverkætlanir og tvær kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 3 milliónir krónur vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2025.

Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking:

Tordis Tróndarson: "Fram móti eini framkomnari praktiskari sjúkrarøktarfrøði. Ein virknisgrundað ph.d-verkætlan um uppstiging av føroysku útbúgvingini" 
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 1.100.000 kr.

Anna Elisabeth Holm: "Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður"
Granskingarverkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.000.000 kr.

Eina H. Eliasen: "Umskifti til pensjónistalívið og trivnaður hjá føroyingum"
Granskingarverkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi - 900.000 kr. 

Tvær verkætlanir fingu stuðul til kanningar:

Gunnleygur Clementsen: "Vitlíki til arbeiðis" 
Kanningarverkætlan hjá Føroya Pedagogfelag - 300.000 kr.

Súsanna Olafsdóttir Skaale: "Compassionate Mind Training interventión við umsorganarstarvsfólki - ein pilot verkætlan"
Kanningarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya - 282.489 kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

20 Leygardagur 31. mai 2025

Væleydnað bátastevna í Vestmanna

Sí myndir frá bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið var skipaðu vestmenningar enn einaferð fyri árligu bátastevnuni, og enn einaferð varð hon væl eydnað.

Hóast veðrið - eftir fleiri heitar sumamrdagar - vísti seg frá keðiligu síðuni við ælingum og vindi, so gjørdist stevnan væl eydnað við hugna í bátun og húsvagnum og góðum tónleiki á havnaøkinum.

Sí myndirnar hjá Jens Kr. Vang her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

21 Leygardagur 31. mai 2025

Tjóðhild Patursson fer at reka kaféina í Norðurlandahúsinum

Seinastu vikurnar hevur Tjóðhild Patursson havt støkk-upp-kaféina Titu í Norðurlandahúsinum. Nú er avtala gjørd við Tjóðhild um at halda fram at reka kaféina komandi trý árini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tjóðhild gevur við Titu teimum vitjandi eitt stað at savnast og gleðast um góðan, einfaldan mat, sum er virkaður frá grundini - við støði í tí, sum árstíðini hoyrir til.

Her kunnu tey vitjandi keypa sær frokost, køkur og okkurt til børnini - og maturin verður borðreiddur beinanvegin. Hetta er gott hjá teimum, ið hava skund. Tey, ið hinvegin ikki hava skund, kunnu altíð fáa sær ein kaffimunn afturat í koppin ókeypis.
Ein týdningarmikil partur av kafévirkseminum verður samstarvið um nýggja vakstrartunnilin, sum Norðurlandahúsið hevur sett upp saman við Býarfesti. Har eru urtir og grønmeti sett niður, sum verða tikin beinleiðis inn í køkin í Titu. Tunnilin verjir móti vindi og heldur einum jøvnum hita. Hetta gevur eina longri vakstrartíð.

– Vit fara at nýta nógv sløg av grønum sum salat, rukkola og spinat - og kryddurtir sum basilikum og blómukarsi, sigur Tjóðhild.

Tjóðhild, sum umframt Titu eigur Ástaklokkuna í Tórshavn, gleðir seg nú til at virka mat í rúmari umstøðum:

– Í Norðurlandahúsinum er meira pláss. Tað gevur møguleika at matgera til fleiri fólk og at virka matin á annan hátt. Eg elski tað samspælið, sum er millum fólk, sum sita og eta saman - og samspælið millum kokkin og gestirnar, sigur Tjóðhild.

Tjóðhild hevur fingist við burðardygga matmentan í nógvum ymsum samanhangum - m.a. hevur hon havt skeið í at hava sankutøð, umframt skeið um súrdeiggj, jogurt o.s.fr. Harafturat fekk hon ársins grønu virðisløn í ár fyri sítt arbeiði. Tjóðhild fer eisini at hava verkstovur og tiltøk í Norðurlandahúsinum - eitt hús, sum hevur ein serligan týdning fyri hana:

– Tað var abbi mín, Erlendur Patursson, sum tók stig til at byggja Norðurlandahúsið. Eg havi vitjað Norðurlandahúsið gjøgnum alt mítt lív, og havi nógv góð minni frá húsinum, heilt frá tá eg sum barn gekk til føroyskan dans í Dansistøvuni. Tí eri eg serliga glað fyri, at eg við Titu kann bjóða øðrum vitjandi í húsinum mat og góðar upplivingar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

22 Leygardagur 31. mai 2025

Lions-stuðul letur upp fyri demensvinum

– Stórfingna gávan frá Lions upp á 70.000 krónur ger, at vit kunnu fyrireika eina vitjanartænastu við demensvinum, sum vit hava ætlað okkum í gongd við leingi, sigur Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum

Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, tók ímóti stuðlinum frá stórsteypadystinum upp á 70.000 krónur, sum Karl Eli Sigvardsen, forseti í Lions Tórshavn, handaði henni um dagarnar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var á regluligum Lions-fundi um dagarnar, at Alzheimerfelagið, sum stuðlar og hjálpir bæði minnisveikum og avvarðandi, umframt at upplýsa og kunna um minnissjúku, fekk handaða eina stóra pengaupphædd upp á 70.000 krónur.

– Hetta eru pengar, vit hava fingið til vega við stórsteypadystum í bæði hondbólti og fótbólti, har allur ágóðin fer til eitt vælgerandi endamál, sum hesaferð var Alzheimerfelagið, sigur Karl Eli Sigvardsen, forseti í Lions Tórshavn, ið handaði pengarnar.

– Stórsteypadystirnir hava nú í mong ár verið samstarv millum Lions og ávikavist Hondbólts- og Fótbóltssambandið, sum hvør í sínum lagi skapa karmarnar, so vit kunnu fáa pengar til vega, ið kunnu koma væl við og gera mun onkrastaðni, har tørvur er á tí.

Ynskja fleiri sjálvboðin
Á Lions-fundinum takkaði Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, hjartaliga fyri stuðulin, samstundis sum hon greiddi frá virkseminum og hvørjum tey arbeiða við.

– Nógv tíð fer til ráðgeving, tí so stórur tørvur er á tí, umframt bólkar fyri avvarðandi og annað. Men nú vit hava fingið hesa stórfingnu gávuna, kunnu vit fara undir okkurt, ið vit ikki hava havt so stóra tíð og orku til áðrenn, sigur hon.

– Leingi hava vit droymt um at fingið fleiri sjálvboðin inn á demensøkið, men tað er eitt arbeiði, ið má skipast og leiðast væl. Her hugsi eg serliga um eina vitjanartænastu við demensvinum. Tað er tó ikki so einfalt, og skalt tú vera vitjanarvinur á demensøkinum, mást tú eisini ‟latast í” til tað.

Mugu byrja onkrastaðni
Naina Túgvustein heldur, at tær 70.000 krónurnar frá Lions kunnu hjálpa Alzheimerfelagnum at seta hesa tænastuna í gongd, tí hon er so nógv øðrvísi enn vanligar vitjanartænastur, at neyðugt er at geva vitjunarvinunum neyðugu førleikarnar og eitt netverk at stuðla seg til.

– Í øðrum førum er tað ofta samskiftið, sum er tað berandi í vitjanartænastuni, men her er neyðugt at duga at vera saman upp á ein annan mátan, har tað kanska snýr seg meira um at vera sum um sansir enn samskifti, sigur forkvinnan í Alzheimerfelagnum.

– Henda tilgongdin má byrja onkrastaðni, og tað kundi til dømis verið í samstarvi við eitt nú Reyða Kross, sum longu hevur sína vitjunartænastu. Eg kundi hugsað mær, at kundi verið eitt natúrligt stað hjá okkum at byrja, so vit kunnu uppbyggja tænastuna við demensvinum og gera tað rætt frá byrjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

23 Leygardagur 31. mai 2025

Seks nýggir ambulansuviðgerðar í Sjúkrahúsverkinum

Næmingarnir hava staðið eitt grundskeið í Føroyum, og síðani eitt høvuðsskeið í samstarvi við Rescue Center Denmark á Rybners tekniska skúla í Esbjerg. Útbúgvingin tekur fýra ár

Frá høgru til vinstru: Sólvar Nielsen, Gunnar Ziska, Steffan Arthur Pálsson, Mortan á Bøgarði, Eirin Wiberg og Thorbjørn D. Poulsen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann 23. mai stóðu seks starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum sveinaroyndina sum ambulansuviðgerðar.

Hesi vóru Sólvar Nielsen, Gunnar Ziska, Steffan Arthur Pálsson, Mortan á Bøgarði, Eirin Wiberg og Thorbjørn D. Poulsen.

Sjúkrahúsverkið skrivar, at sveinaroyndin var í trimum pørtum: Ein skrivlig, ein munnlig og ein praktisk uppgáva.

Næmingarnir hava staðið eitt grundskeið í Føroyum, og síðani eitt høvuðsskeið í samstarvi við Rescue Center Denmark á Rybners tekniska skúla í Esbjerg. Høvuðsskeiðið er samansett av praktikk og undirvísing í Føroyum, og síðani próvtøku í skúlanum í Esbjerg.

- Í framtíðini er ætlanin at Sjúkraflutningstænastan í Sjúkrahúsverkinum skal taka næmingar inn við tí endamáli, at teir fáa útbúgving sum ambulansuviðgerðar. Útbúgvingin tekur fýra ár, og er partvís í Føroyum og Danmark

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

24 Leygardagur 31. mai 2025

Betania hátíðarheldur 50-ára dag sunnudagin

Samkomuhúsið í Porkeri varð tikið í brúk 1. juni 1975

Samkoman Betania í Porkeri er ímillum elstu samkomur hjá brøðrum í Føroyum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin 1. juni verða tað 50 ár, síðan samkomuhúsið Betania í Porkeri varð tikin í brúk. Samkoman boðar frá, at ymisk tiltøk verða nú um vikuskiftið fyri markera hetta.

Samkoman Betania í Porkeri er ímillum elstu samkomur hjá brøðrum í Føroyum.

Soleiðis verður greitt frá søguni:

Í februar í 1906 vóru møtir hildin í skúlanum í Porkeri. Fleiri vóru umvend og byrjaðu tey at savnast regluliga.

Í 1907 varð fyrsti salurin bygdur og tikin í nýtslu. Hann stóð í Skemmutúninum. Í 1921 varð hesin salurin tikin niður, og ein størri bygdur á sama stað.

Í 1971, tá ið høvuðsvegurin ígjøgnum bygdina skuldi breiðkast, varð salurin tikin niður, tí at hann stóð í vegin.

Nýtt grundøki varð útvegað undir Gjørðabrekku, og varð byrjað at byggja nýggjan sal, sum stóð liðugur móti sumri  í 1975. Umleið 10 ár seinni varð kjallarin innrættaður til ein minni sal við tilhoyrandi køki.

Seinastu tíðina eru stórar umvælingar farnar fram í kjallarahæddini. Drenað er um salin og øll kjallarahæddin er gjørd av nýggjum.

Ein tilbygningur í tveimum hæddum er bygdur upp í salin. Í kjallaranum í hesum tilbygningi er køkur gjørdur. Ovara hæddin verður í næstum gjørd til inngongd og vesi til rørslutarnað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

25 Leygardagur 31. mai 2025

Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram á Eiði

Sigrun Gunnarsdóttir letur upp framsýning í atelieri sínum á Hvítakletsvegi 15 hvítusunnudag kl. 15

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Undir heitinum ”Listin er hjartað eg lati úr og gevi tær”, letur Sigrun Gunnarsdóttir upp framsýning í atelieri sínum á Hvítakletsvegi 15 Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. hvítusunnudag frá kl. 15 til kl. 20.

Stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, setur framsýningina og Anna Katrin Øssirdóttir Egilstrøð luttekur við sangi.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferðum Sigrunnar víða, er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt. Framsýningin ber eisini brá av, at Sigrun fyri fáum árum síðan gjørdist omma. 30 verk eru við á framsýningini.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list. Umframt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Grønlandi, Japan, Kina og USA.

Eisini hevur hon havt nógvar prýðisuppgávur av almennum bygningum um hendi . Nevnast kann H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, Glasir, Rehabiliteringsheimið URD og Frítíðarheimið í Leirvík.

Í 2023 kom heimildarfilmurin ”Heartist”, sum gjørdur er um listakvinnuna og er hesin sýndur víða um. Í 2023 var han vístur á filmfestivalinum (DOC-LA) í Los Angeles og varð skýrdur besti altjóða heimildafilmur hetta árið.

Norski listfrøðingurin Eva Furseth, sigur m.a.soleiðis um listakvinnuna :

– Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólkið í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir. Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico (1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni. Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Táið vit hava hugt at hennara myndum, eru tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum langa tíð eftir.

Framsýningin á Hvítakletsvegi er opin til og við. 25 juni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

26 Leygardagur 31. mai 2025

Skifti: Stórt mentanartiltak á Eiði verður sett 5. juni

Setanin verður hósdaginí Kollshøll. Næstu dagarnar eru nógv ymiskt á skránni - millum annað framsýning við málningum hjá Sigruni Gunnarsdóttur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mentanartiltakið Skifti 2025, verður sett í Kolshøll hósdagin, grundlógardag 5. juni klokkan 17 og verður til til mánadagin 9. juni. Hesum boðar Eiðis kommuna frá. 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið hósdagin, og Eiðis Ljómfelag spælir.

Fríggjakvøldið klokkan 19 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið skipar fyri. Tá verða hugleiðingar um Ungmannafelagið Glottan á Eiði og um bókasavnið á Skúlaloftinum, ið seinni var í Bláapakkhúsi.

- Í 1920-unum skrivaði Jóhan Kallsoy eina grein um føroyska dansin. Hendan greinin verður lýst við nútíðar eygum. Endað verður við at fara upp á gólv við lættari og vælkendum kvæðum.

Ein framsýning verður allar dagarnar, ið systkini Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð standa fyri, við leirlutum, málningum, collagum og ein installatión.

Sigrun Gunnarsdóttir luttekur eisini við málningum. Framsýningin er opin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá 15 til 20, hvítusunnudag kl. 15 til 20 og 2. hvítusunnudag frá 16 til 20.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

27 Leygardagur 31. mai 2025

Súlan á nýggjum frímerkjum frá Posta

Nýggju frímerkjaútgávurnar mynda eitt nú kvinnublaðið Oyggjarnar, forngripir, størsta búfugl okkara - súluna, og byggilist, sum vísir býráðshúsið í Eysturkommunu

 
SkrivaÐ:

Innsent

Mánadagin gavr Posta út nýggj frímerki.

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú kvinnublaðið Oyggjarnar, sum kom út fyrstu ferð fyri 120 árum síðan, forngripir, størsta búfugl okkara - súluna, og byggilist, sum vísir býráðshúsið í Eysturkommunu.

Kvinnublaðið Oyggjarnar 120 ár
Fyrsta kvinnublaðið á føroyskum æt Oyggjarnar. Tað kom út árini 1905-1908, og blaðstjóri var Súsanna Helena Patursson (1864 -1916). Blaðið eggjaði kvinnum til at útbúgva seg og tók evni upp so sum atkvøðurætt til kvinnur. Súsanna Helena Patursson er undangongukvinna í føroysku bókmentasøguni og blaðsøguni umframt í føroyska stríðnum fyri javnrættindum. Kári við Rættará hevur sniðgivið frímerkið.

[object Object]

Europa 2025: Forngripir
Fornfrøðiligar kanningar í Føroyum vísa, at fyrsta norrøna landnámið byrjaði í 8. øld, og at í 9. øld vóru støðugar búsetingar kring oyggjarnar.

Fyrra frímerkið myndar eitt talvborð við tveimum útskornum spølum frá víkingatíð, funnið á Toftanesi í Leirvík. Á aðrari síðuni sæst borð til víkingaspælið nevatalv og á hinari síðuni borð til spælið mylla.

Hitt frímerkið myndar ein prón, sum er ein long nál at festa klæðir við, úr eini víkingagrøv í Tjørnuvík. Prónurin er elsta prógv um, at búleikast var í Føroyum í víkingatíð. Martin Mörck hevur teknað frímerkini.

[object Object]

Súlan
Við einum flogi sum táttar í tveir metrar, er súlan størsti búfuglur í Føroyum. Hon eigur bert vestanfyri í Mykinesi á rókum og drangum, men sæst kring alt landið, tá hon leitar sær føði á firðum og sundum. Eisini sæst hon nærhendis fiskiskipum langt til havs. Føroyski stovnurin er mettur til á leið 2350 pør. Myndirnar hevur Silas Olofson tikið.

[object Object]

Byggilist: Býráðshúsið í Eysturkommunu
Býráðshúsið í Eysturkommunu myndar ársins SEPAC-frímerki, har evnið er byggilist.

Í Eysturkommunu eru fimm bygdir, og nýggja býráðshúsið hevur á meira enn ein hátt skapt brúgv í Eysturkommunu. Bygningurin er staðsettur sum ein brúgv yvir um Eiðisá, og tekjan er ein gonguleið tvørturum ánna, eitt grønt samband millum økini framvið áarbakkunum.

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar / Henning Larsen Architects hava staðið fyri at tekna bygningin, og myndina hevur Nic Lehoux tikið.

[object Object]

Á heimasíðuni www.stamps.fo ber til at lesa meira um frímerkini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

28 Leygardagur 31. mai 2025

Stórkrossaordanin til bróðursynirnar

Synirnir hjá Joachim prinsi, greivarnir Nikolai og Felix fáa nú riddaraskjøldrar sínar hongdar upp á Frederiksborg slotti í Hillerød

(Mynd: Kongehuset)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í sambandi við 57 ára føðingardagin hjá Fríðriki kongi mánadagin, handaði kongur við ein døgurða í familjuni stórkrossin av Dannebrog til bróðursynir sínar, greivarnar Nikolai og Felix.

Eftir hetta skulu greivarnir – eins og tað verður gjørt hjá øllum, ið fáa stórkrossin – hava gjørt ein persónligan riddaraskjøldur. Tá skjaldrarnir eru lidnir, verða teir hongdir upp í riddarakapellinum á Frederiksborg slotti í Hillerød, skrivar danska kongshúsið í dag.

[object Object]
(Mynd: Kongehusset) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

29 Leygardagur 31. mai 2025

Skipið uttan fyri stovuvindeygað leyst aftur

Fyrrapartin týsdagin eydnaðist tað at fáa NCL Salten av aftur Bynesset eftir at hava staðið fast fáar metrar frá húsinum hjá Johan Helberg í nakrar dagar

(Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsmorgunin eydnaðist tað at hála 135 metra og 10.000 tons tunga farmaskipið NCL Salten av aftur Byneset í Tróndheimsfjørðinum.

Tað var hósdagin í farnu viku, at skipið rendi seg fast bert fáa metrar frá húsinum hjá Johan Helberg, sum stendur heilt niðri í fjørðuni.

Les eisini: Bingjuskip mundi rent inn í stovuna

Skipið rendi á land í flóð, og stóð tí rættiliga fast. Men við at taka bingjurnar, sum stóðu fremst á dekkinum av skipinum, eydnaðist tað í dag einum sleipibáti at hála farmaskipið leyst aftur.

Tað sá ikki út til, at skipð hevur tikið stóran skaða av óhappinum. Óhappið førdi heldur ikki til dálking av týdningi, skrivar NRK.

Men í økinum har skipið rendi á land hava verið fleiri skriður, partar av bakkanum hava loyst seg og eru farnir á sjógv. Um vikuskifti valdu myndugleikarnar at flyta fleiri av íbúgvunum út teirra húsum í økinum, men flestu teirra eru sloppin heimaftur, skrivar NRK.

Heilt nógv fólk eru hesar dagarnar komin til økið fyri at síggja skipið standa inni í garðinum hjá Johan Helberg. Hetta hevur eisini ført til ferðsluruðulleika í løtum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

30 Leygardagur 31. mai 2025

27 fólk vórðu innlagd – støðan hjá tveimum er álvarslig

Fagnaðardagurin í Liverpool mánadagin gjørdist ein sannur sorgardagur tá bilur koyrdi inn í mannamúgvuna

(EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Minst 27 persónar vórðu fluttir á sjúkrahús, eftir at ein bilur klokkan 18 mánakvøldið koyrdi inn í eina stóra mannamúgvu, sum fagnaði fótbóltsfelagnum Liverpool FC, sum hevur vunnið enska meistaraheitið, Premier League, í fótbólti.

Støðan var álvarslig hjá tveimum av teimum innløgdu. Umleið 20 persónar fingu viðgerð á staðnum, og høvdu tí ikki tørv á at verða innløgd á sjúkrahús. Teirra millum vóru fýra børn.

Hetta upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi mánakvøldið.

[object Object]Fleiri av teimum raktu fólkunum vórðu viðgjørd av heilsustarvsfólki á staðnum. Tjøld vórðu sett upp í miðbýnum har viðgerðin kundi fara fram (Mynd: EPA)

Løgreglan segði, at málið ikki verður viðgjørt sum eitt yvirgangsálop. Talan var um eina einstaka hending. Ein 53 ára gamal hvítur maður av bretskum uppruna úr Liverpool-økinum varð um 20 tíðina sama kvøld handtikin í sambandi við hendingina.

Filmsupptøkur vísa, at bilurin koyrdi við lágari ferð áðrenn hann støðgaði og bakkaði eitt sindur. Hareftir varð bilurin kringsettur av fleiri persónur, sum byrjaðu at sláa á bilin.

Les eisini: Koyrdi inn í mannamúgvu undir fagnaði av meistaraheiti

Tá valdi bilførarin at traðka á spitaran, og harvið komu fleiri fólk til skaða. Stutt eftir kom løgreglan og gjørdi ring rundan um bilin, skrivar NRK.

[object Object]Stórur partur av miðbýnum í Liverpool varð stongdur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Fleiri túsund Liverpool-fjepparar vóru savnaðir á gøtunum í býnum henda seinnapartin, fyri at hátíðarhalda Premier League-gullið.

- Okkara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesi álvarsligu hendingini, skrivaði fótbóltsfelagið í eini fráboðan.

- Myndirnar úr Liverpool eru ræðuligar. Tankar mínir eru hjá øllum teimum, sum hava fingið skaða og teirra nærmastu. Eg vil takka løgreglu og neyðhjálpartænastuni fyri at tey vóru so skjót á staðnum, skrivaði Keir Starmer, forsætisráðharri á X. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

31 Leygardagur 31. mai 2025

Yvir 600 krígsfangar leyslatnir

Stóra fangabýtið millum Ukraina og Russland, sum londini samdust um í Istanbul herfyri, er liðugt

Ukrainskir krígsfangar, sum vórðu leyslatnir leygardagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á fundi í Istanbul fyrr í hesum mánaðinum samdust Russland og Ukraina um at býta um 1000 krígsfangar.

Býti av fangum er eitt av fáu økjunum, har Russland og Ukraina hava samstarvað, síðan kríggið byrjaði, og stóra fangabýtið byrjaði farna fríggjadag.

Fríggjadagin varð boðað frá, at partarnir høvdu býtt um 270 krígsfangar og 120 sivilar fangar á báðum síðum, leygardagin var talan um 307 fangar, og sunnudagin býttu Russland og Ukraina býtt um 303 fangar, upplýsir russiska verjumálaráðið sambært Ritzau.

Samstundis sum russar og ukrainar hava býtt um fangar, framdi Russland tvey stór loftálop á Ukraina. Eisini er boðað frá ukrainskum álopum á russiskt øki.

Ukrianar boða frá fleiri deyðum og særdum, men ongar fráboðanir um fólkaskaða eru komnar úr Russlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2025

32 Leygardagur 31. mai 2025

Taka stig til enn eina orkuútbygging við Føroyar

Ithaca Energy leitar eftir partnara til enn eina oljuútbygging við markið. Talan er um stóru olju- og gasskelduna Cambo, ið liggur einans 5 km. frá føroyska markinum.

Olju- og gassvinnan nærkast Føroyum. Rørleggingarskipið Deep Energy á Havnini í sambandi við útbygging av olju- og gasskeldu skamt frá føroyska markinum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tíðindi/Greining

Tað er bretska orkufelagið Ithaca Energy, sum eigur Cambo kelduna, ið nú ger vart við, at tað er farið at leita eftir einum partnara til at útbyggja hesa einu ta størstu olju- og gasskelduna á bretska landgrunninum. Felagið hevur síðani samanlegging við italska orkufelagið ENI brúkt tøkniligu royndirnar hjá ENI til tess at endurskoða og menna eina útbygging av hesi stóru orkukelduni tætt við Føroyar.

Í løtuni verður stóra oljuleiðin Rosebank eisini tætt við føroyska markið útbygd til framleiðslu. Equinor, sum stendur fyri útbygginini saman við Ithaca Energy, er í hesi løtu í ferð við at leggja gassrørleiðing á havbotnin nærhendis Føroyum. Henda skal binda í eina aðra størri rørleiðing nærhendis Hetlandi, haðani gassið frá Rosebank skal flytast víðari til lands til Sullom Voe gassterminalin í Hetlandi.

Gassleiðingsskipið, sum stendur fyri hesum arbeiðinum, var á Havnini herfyri eftir útgerð, sum skal brúkast í sambandi við  arbeiðið á havbotninum 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið.

[object Object]Cambo olju- og gasskeldan liggur eins og Rosebank tætt við føroyska markið

Oljukeldan Cambo, sum ljós nú verður varpað á, liggur nærri markinum men tætt við Rosebank. Ætlanin var at fara undir útbygging nøkur ár herfyri, men henda ætlan varð sett í bíðistøðu, tá Shell, sum tá var partur av Cambo, brádliga gjørdi av at taka seg úr verkætlanini.

Tað hevur ljóðað, at Shell tók hesa avgerð eftir stóru mótstøðuna frá umhvørvisfelagsskapum. Kortini  hava vit sæð Shell vera sera virkið á Atlantsmótinum, fyrst við keypa upp gassleiðina Victory í økinum vestan fyri Hetland og sum fer í framleiðslu seinni í ár, eins og ogna sær fleiri loyvi í gassøkinum eystan og norðan fyri Føroyar.  

Í fjør hendi so eisini tað, at  Shell og Equinor gjørdu av at leggja sínar ognir í bretskum øki saman, og eftir stendur at síggja, hvat hetta fer at merkja fyri gongdina og menningina á Atlantsmótinum – økinum millum Hetland og Føroyar. Tað fara vit helst at hoyra meira til í næstum.

Nú hevur Cambo verkætlanin so ligið í "dvala" í eina tíð, men seinasta útmeldingin frá eigaranum Ithaca Energy nú um dagararnar, bendir á, at lív er við at koma aftur í hesa risastóru verkætlanina.

Ithaca, sum er eitt av teimum nýggju oljufeløgunum í Bretlandi, hevur økt munandi um sína framleiðslu á fleiri leiðum, sum fyrsta ársfjórðing í ár rakk 127.000 tunnum um dagin. Tað er m.a. henda sannroynd, sum er orsøkin til, at felagið nú rættir hondina út til onnur oljufeløg um at gerast partur av eini útbygging av Cambo.

[object Object]Í fjør vitjaði orkufelagið Equinor í Føroyum eftir innbjóðan frá FOÍB og Sjóvinnufelagnum. Her frá stóra tiltakinum á Hilton, har Richard Mortensen frá Mest greiddi frá føroyskum veitaratænastum (Mynd: Jan Müller)

Týdning fyri Føroyar

Frá einum føroyskum sjónarhorni vil enn ein stór útbygging av eini olju- og gassleið við markið, kunna fáa alstóran týdning. Bæði fyri vinnu og myndugleikar. Ja, fyri samfelagið alt.

Nú útlit eru til, at tvær tær størstu olju- og gasskeldurnar í Bretlandi, ið liggja ávikavist 5 og 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið, verða útbygdar, kunnu hesar koma at lata upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyskari veitingarvinnu og Føroyum sum heild sum útgerðardepil í Norðuratlantshavi.

Og vitjanin av Deep Energy rørleggingarskipinum nú um dagarnar er ein fyrsta ábending um júst tað. Brádliga liggja Føroyar nærri stórum útbyggingum av olju- og gasskeldum enn bæði Hetland og Skotland. Tað átti at fingið nógvar klokkur at ringt her heima.

Her hómast ikki bert møguleikar hjá veitaravinnuni. Eisini hjá landsstýrinum, sum saman við størsta partinum av løgtinginum ynskir at síggja útlendsk orkufeløg koma til Føroya at leita eftir olju og gassi, kann henda gongdin gerast sera hent fyri ikki at siga gull verd. Tí eitt spildurnýtt og væl útbygt undirstøðukervi skamt frá markinum letur eisini hurðar upp fyri nýggjum møguleikum í sambandi við leiting í føroyskum øki.

Jarðfeingi týðandi leiklut

Við avgerðini og útsøgnini hjá undanfarna landsstýrismanni  í vinnumálum at leggja marknaðarføringina av leitingini upp í hendurnar á Jarðfeingi, er so eisini slóðað fyri at troyta nýggju møguleikarnar við markið.

Í hesum sambandi hevur Jarðfeingi eisini víst seg at vera sera virkið og miðvíst við síni marknaðarføring. Herfyri var tað á stórari messu og ráðstevnu í London, har tað legði fram nýggjastu úrslitini frá gransking og kanningum av økinum við markið. Nakað, sum fekk heimsins størsta orkublað “Upstream” at rudda forsíðuna og bera tíðindini frá Jarðfeingi á mest sjónliga plássinum, nú nýggjastu kanningarnar vísa á øki í føroysku undirgrundini og á eisini á sjálvum markinum geva týðuligar ábendingar um møguleikar fyri at finna olju og gass.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

33 Leygardagur 31. mai 2025

Fleiri løðistøðir kring landið

SEV er farið undir at fyrireika uppsetan av fleiri løðistøðum til væntandi vaksandi talið av elbilum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir at stígur hevur verið í elbilasøluni í eina tíð, tykist vend at fara at koma í. Og fyri at leggja upp fyri komandi eftirspurninginum eftir grønari orku, fyrireikar SEV seg nú til at seta upp fleiri løðistøðir. Hetta upplýsir Jón Nielsen, deildarleiðari fyri netpartinum hjá SEV fyri útvarpinum. 

Hann roknar við, at føroyingar, sum vilja sleppa av við oljuna, fara at leggja seg eftir at ogna sær elbilar í framtíðini. Hann heldur, at hetta økið fer at mennast og vaksa, og her vil SEV fegið vera ein medvirkandi partur. Higartil hevur SEV sett upp 2.000 løðistøðir hjá privatum og 59 hjá tí almenna.

- Vit fara at fylgja væl við  gongdini á elbilamarknaðinum og byggja út við løðistøðum sohvørt sigur hann. 

SEV fer eisini at gera seg út til at kunna taka ímóti komandi avbjóðingum á elbilaøkinum og lýsir tí eftir fólki til elbiladeildina sambært heimasíðuni hjá felagnum. Talan er deildarleiðara, sum skal vera við til at menna føroysku løðiparkina og framtíðartryggja elbilaøkið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

34 Leygardagur 31. mai 2025

Daniel Johansen til KÍ

Vinstri bakkurin kemur úr Hillerød, har hann hevur verið eyðsýndur seinastu tíðina

Magnus Powell, høvuðsvenjari, og Daniel Johansen (Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Daniel Johansen hevur vent nøsini heim aftur til Føroya, og tað verður KÍ, sum fyrrverandi HB'arin fer at spæla við.

26 ára gamli vinstri bakkurin hevur skrivað undir hálvt triðja ára sáttmála við oddaliðið í landskappingini, KÍ.

Fyrr í vikuni kom fram, at Daniel Johansen hevði sagt sáttmálan upp við Hillerød, har hann hevur havt stóra viðgongd. Persónligar orsøkir vóru til, at hann valdi at venda heimaftur til Føroyar.

Hann hevur roynt eitt ævintýr uttan fyri Føroyar, og sum støðan er nú, so er hetta rætta stigið fyri meg, sigur Daniel Johansen við heimasíðuna hjá KÍ.

- Liðið liggur nummar 1, og hevur ein sera sterkan hóp við átta landsliðsleikarum og spennandi álopsinnaðum spælistíli, sum passar væl til mín. At eg eisini kenni fleiri av leikarunum væl, ger tað eisini lættari at velja, sigur Daniel Johansen.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, vísur á, at Daniel er keyptur inn sum ein vinstribakkur.

- Vit hava keypt Daniel Johansen inn, til at taka kappingina upp við Robert Williams. Daniel kann bæði spæla sum vinstribakkur og eisini vongbakkur. Tað fáa vit eisini brúk fyri, tá ið evropeisku dystirnir standa fyri framman, sigur Magnus Powell.

KÍ spælir í kvøld kl. 19 á Norðoyastevnu toppdyst móti NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

35 Leygardagur 31. mai 2025

Hamskift HB-lið fór avstað við øllum við Løkin

4-1 sigur til menninar hjá André Olsen, sum spæla við stórum sjálvsáliti. Ein stórur smeitur fyri NSÍ í FM-stríðnum, ið als ikki spældi sum eitt oddalið við Løkin sunnudagin

Høvuðsvenjarin André Olsen og innskifti málskjúttin Bartal Páll Klein fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri trimum vikum síðani síðani vann NSÍ heili 7-1 á HB í Gundadali. Tað kann tó ganga skjótt í fótbólti. 

Sunnudagin endaði tað 1-4 við Løkin. HB skifti stutt eftir eyðmýkjandi tapið fyri NSÍ alt venjaratoymi út, og føroyska toymi við André Olsen á odda hevur síðani vunnið í Sarpugerði og fingið stig móti KÍ - sum tað fyrsta í ár.

Úrslitið í Runavík var tó greitt tað størsta hjá HB higartil í ár. NSÍ hevur alt árið verið væl spælandi, og einasti smeiturin áðrenn dagsins dyst var 2-1 tapið fyri KÍ á heimavølli. Tá átti og kundi NSÍ fingið stig. Sunnudag var hinvegin eingin ivi.

Hóast kjak var um brotsparkið, sum HB kom á odda við, so vóru teir reyðsvørtu bara betri og klókari á degnum. Jann Benjaminsen og NSÍ-verjan avgreiddu ikki støðuna nóg væl, og so kundi vælupplagdi Heini Fossdalsá Sørensen, sum sjálvur vann brotssparkið, skora trygt.

Tað var eisini Heini, sum eftir gott og skjótt álop kundi smekka bóltin í netið til 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Bólturin rakti eitt NSÍ-bein á vegnum. NSÍ spælir uttan skaddu norsku miðverjarnar Lars Markmarud og Kevin Jablinski, og tað merkist nakað.

[object Object]
20-ára gamli Heini Fossdalsá Sørensen ger vart við seg í føroyskum vaksnamannafótbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá dystinum við Løkin her

Tríggjar minuttir seinni stongdi Sammy Skytte. Danin sær út sum ein øðrvísi spælari nú undir nýggja toyminum - nógv hvassari og meira motiveraður - og hann hevur nú skorað í øllum trimum dystunum undir André Olsen og toymi. 

HB sær vælskipað og vælupplagt út. NSÍ skapti nakrar møguleikar, men als ikki eins nógv sum vanligt. Málið hjá Aroni Knudsen til 1-3 var gott, men heimaliðið kom ikki nærri: Í yvirtíðini økti útiliðið eftir frálíkt mótálop. Sum ein góð mynd skoraði ungi havnarmaðurin Bartal Páll Klein sítt fyrsta mál fyri besta mansliðið: Hann skoraði hattrikk við Løkin sum B68-spælari í fjør, tá tað í seinasta umfari endaði 1-4.

Tað gjørdi tað eisini sunnudagin. Harvið enn ein staðfesting av, at HB er í nógv betri skørum enn fyrst í mánaðinum. Nú eru fimm stig upp til NSÍ.

[object Object]
07 Vestur valdi at skifta høvuðsvenjara beint áðrenn tveir lykladystir á heimavølli. Í síðstu viku vann 07 Vestur 5-0 á TB undir Sigtór Petersen - sunnudagin fekk Micheal Schjønberg trý stig í sínum fyrsta dysti aftur í Sørvági (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

07 Vestur nú oman fyri niðurflytingarstrikuna

Í Sørvági byrjaði 07 Vestur sum eitt óløgi í afturvendanini hjá Micheal Schjønberg. Liðið, og Mikkel Hyllegaard hildu á, har man slepti móti TB: Tað var 2-0 eftir eitt korter, og Hyllegaard skoraði sítt seinna mál tíggju minuttir fyri steðgin, eftir at kviki danin fekk góða sending.

Sonni Ragnar Nattestad skoraði fyrsta málið í dystinum við góðum stútara. Í 2. hálvleiki skuldu hann og liðfelagararnir í stóran mun verja. B68, ið ikki heilt tyktiskt til staðar fyri steðgin, var omaná allan 2. hálvleik. Tað eydnaðist eisini at minka um munin til 3-1, tá Sebastin Lau Nielsen var snildur og skjótur, eftir 07 Vestur hevði mist bóltin í uppspælinum.

Tað gjørdist tó ikki tættari enn hetta á máltalvuni. Eitt bakkast hjá B68, sum vann á B36 í seinasta umfari.

Í hinum báðum seinnapartsdystunum sunnudagin vunnu stórfavorittarnir greitt á uppflytarunum. Munurin var minni í Sarpugerði, men har kom málið hjá FC Suðuroy til 3-1 ikki fyrrenn í 90. minutti. Poul Kallsberg er byrjaður at gerast heitur, og hesaferð gjørdi strandingurin hattrikk.

Hattrikk kom eisini við Stóra, har oddaliðið KÍ vann greitt á botnliðnum. TB hevði ein stóran møguleika og nakrar støður í undanvindinum fyri steðgin, men KÍ hevði sanniliga sínar møguleikar, og talan gjørdist eisini um fimm mál: Árni Frederiksberg gjørdi trý teirra - eitt við beinleðis hornasparki. Hini bæði skoraði Dávid Biskopstø Andreasen. Klaksvíkingurin fær størri og størri álit frá Magnusi Powell.

Brendi tvey brotsspørk í málleysum dysti

B36 kann taka tað við sær frá dystinum leygardagin, at teir, hóast eina útvísing eftir hálvan tíma og tvey framd brotsspørk, einki mál fingu ímóti sær, men heldur eitt stig.

Havnarfelagið hevur nú spælt tvær ferðir mógi B68 og tvær ferðir móti EB/Streymi í 2025. Samlaða úrttøkan í hesum fýra dystinum, harav tríggir hava verið á heimavølli, er tvey stig. Tað er ikki nóg gott.

B36 vísti tenn í undirtali, og teir í hvítum og svørtum skapti eisini støður framman fyri málinum hjá EB/Streymi. Teir kunnu tó í stóran mun takka Silasi Eyðsteinsson fyri stigið.

Málverjin, Silas Eyðsteinsson, bjargaði fyrra brotssparkinum hjá EB/Streymi. Hetta kom eftir, at B36-liðformaðurin, Hannes Agnarsson, hevði brúkt hondina til hjálpar til at verja fyri í egna brotssteigi.

Boubaar Dabo hevði missnýtt eitt brotsspark, tá Símun Sólheim feldi hann stutt fyri steðgin. Vandamikil 10'arin hjá EB/Streymi skuldi tó aftur skjóta, men hesaferð rakti hann hegnið aftanfyri málið: Bólturin fór væl uppum.

Man fær ikki nógv størri møguleikar enn brotsspark, men EB/Streymur hevði nakrar stórar í yvirtalinum eftir steðgin: Búi Egilsson, Dabo aftur og til seinast Virgar Jónsson. Men í øllum førunum var Silas Eyðsteinsson væl fyri. Málverjin hjá B36 fekk tó góða hjálp, tá Dabo annars var komin ígjøgnum.

Betrideildin 11. umfar
Sunnudagin 25. mai

NSÍ - HB 1-4 (0-1)
38' 0-1 Heini Fossdalsá Sørensen, brotsspark
67' 0-2 Heini Fossdalsá Sørensen (Mathias Voss)
70' 0-3 Sammy Skytte (Jákup Thomsen)
74' 1-3 Aron Knudsen (Brandur Hendriksson)
90+1' 1-4 Bartal Páll Klein (Heini Fossdalsá Sørensen)

TB - KÍ 0-5 (0-2)
15' 0-1 Árni Frederiksberg (Jonn Johannessen)
36' 0-2 Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen) 
64' 0-3 Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen)
78' 0-4 Árni Frederiksberg
89' 0-5 Árni Frederiksberg (Latif Ahmed)

Víkingur - FC Suðuroy 3-1 (1-0)
31' 1-0 Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
48' 2-0 Poul Kallsberg (Jákup Johansen)
63' 3-0 Poul Kallsberg (Stefan Radosavljevic)
90' 3-1 Teit Hjelm (Salmundur Bech)

07 Vestur - B68 3-1 (3-0)
13' 1-0 Sonni Ragnar Nattestad (Mikkel Elbæk Jacobsen)
16' 2-0 Mikkel Hyllegaard (Silas Gaard)
36' 3-0 Mikkel Hyllegaard (Filip Drinic)
69' 3-1 Sebastian Lau Nielsen

Leygardagin 24. mai

B36 - EB/Streymur 0-0

Reytt kort: Hannes Agnarsson (30')

Støðan

KÍ 31 stig
NSÍ 27 stig
HB 22 stig
Víkingur 17 stig
B36 17 stig
EB/Streymur 14 stig
B68 11 stig
07 Vestur 7 stig
FC Suðuroy 6 stig
TB 6 stig

Komandi dystir:

Hóskvøldið 29. mai: HB - Víkingur

Leygardagin 31. mai kl. 15: FC Suðuroy - B36
Leygardagin 31. mai kl. 17.15: EB/Streymur - 07 Vestur
Leygardagin 31. mai kl. 17.15: B68 - TB
Leygardagin 31. mai kl. 19: KÍ - NSÍ 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2025

36 Leygardagur 31. mai 2025

Daniel, Jákup og Patrik aftur á landsliðnum

Teir avloysa Arnbjørn Svensson, Geza Turi og skadda Meinhard Egilsson. Átta spælarar úr KÍ eru við - tað er framvegis ikki pláss fyri Klæminti Andrassyni Olsen og Jóan Símuni Edmundssyni

Eyðun Klakstein hevur fyri triðju ferð úttikið ein hóp sum A-landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eyðun Klakstein kunngjørdi á tíðindafundi mánadagin hvørjir 23 spælarar vera í hópinum til dystirnar móti Georgia (5. juni á útivølli) og Gibratlar (9.juni á heimavølli). Fyrri dysturin er venjingardystur - seinni dysturin er HM-undankappingardystur

Í mun til hópin í mars, eru tríggjar broytingar: Daniel Johansen avloysir Arnbjørn Svensson í verjuketuni, Jákup Biskopstø Andreasen kemur við ístaðin fyri Geza David Turi á miðvøllinum, og Patrik Johannesen er nýggjur maður til álopskendu plássini, nú Meinhard Egilsson Olsen ikki er komin fyri seg eftir sína skurðviðgerð.

Daniel Johansen hevur staðið seg ógvuliga væl í næstbestu donsku deildini í vár og gevur liðnum ein øðrvísi møguleika á plássinum sum vinstri vongverji - serliga til dystin móti Gibraltar. Arnbjørn Svensson heuvr verið nógv skaddur í ár, og fyrrverandi liðfelagi hansara, Geza David Turi, hevur spælt ógvuliga lítið seinastu mánaðirnar. Harvið var tað ikki so óvæntað, at afturvendi KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen kom inn aftur í hópin.

[object Object]Patrik Johannesen hevur skorað 13 mál og verið við í nógvum síðani sínari afturvendan til KÍ, sum er ógvuliga væl umboðað á A-landsliðnum nú (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Fitt av fólki var til staðar í trinstovuni á Tórsvølli 

Beint yvir ein triðingur av spælarunum (átta av 23) spæla til dagliga við KÍ.

Eins og til hinar úttøkurnar hjá Eyðun Klakstein síggjast royndu álopsspælararnir Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson ikki á listanum. Sølvi Vatnhamar er fyri aðru ferð á rað ikki við á A-landsliðnum. Jóannes Bjartalíð er heldur ikki tøkur hesaferð.

Hópurin:

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur 

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ 
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Viljormur Davidsen, HB 
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki 
Andrias Edmundsson, Wisla Plock
Odmar Færø, KÍ 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ 
Noah Hans Mneney, HB 
Hanus Sørensen, NK Celje 
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ 
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ 
Poul Kallsberg, Víkingur 
Árni Frederiksberg, KÍ 

Framherjar:
Patrik Johannesen, KÍ 
Petur Knudsen, NSÍ 
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

[object Object]
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari

[object Object]Atli Gregersen, hjálparvenjari 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

37 Leygardagur 31. mai 2025

U21: Her er fyrsti hópurin hjá Ólavi Mikkelsen

Í mun til seinastu undankapping, eru spælarar úr tveimum árgangum ov gamlir, og harvið er nógv nýtt fólk - flest spælararnir spæla í B68. Føroyar byrja EM-undankappingini 7. juni í Klaksvík móti Estlandi

Ólavur Mikkelsen hevur í stóran mun valt spælarar, ið spæla nógv í Betrideildini. Nógv nýggj spennandi nøvn eru við (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint áðrenn Eyðun Klakstein kunngjørdi A-landsliðshópin til dystirnar móti Georgia og Gibraltar, fekk Ólavur Mikkelsen orðið í trinstovuni á Tórsvølli. 

33-ára gamli strandingurin tók við starvinum 12. mars. Tað var júst Eyðun Klakstein, sum hevði ábyrgdina áðrenn.

U21-landsliðið hevði eina savnan síðst í mars - nú snýr tað seg um byrjanina av undankappingini til EM 2027.

Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygarkvøldið 7. juni. Hetta í Klaksvík móti Estlandi.

Talan burdi verið um ein tættan dyst, men nógvar óvissur eru, nú eitt nýtt U21-landslið skal spælast saman. Bert fýra av spælarunum hava verið í dystarhópi hjá U21 fyrr.

Áki Samuelsen, ið ger um seg í Noregi, er størsti profilurin, og hevur nógv flest U21-royndir. Javngamli Heini Fossdalsá Sørensen, sum hevur spælt nógv saman við Áka gjøgnum árini, spældi eisini nógv í seinastu undankapping. Nú ger hann vart við seg á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og skoraði Heini tvey mál og legði upp til eitt í Runavík sunnudagin.

[object Object]
Heini F. Sørensen eftir sítt fyrra mál við Løkin í gjár. Evnaríki miðvallarin verður ein profilur á U21-landsliðnum í hesari kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Annars eru nógv spennandi nøvn við, har teir flestu spæla nógv ella rímiliga í fremstu føroysku deildini. 

B68 er best umboðaða felagið við fimm spælarum.

U21-hópurin:

Málverjar
Rasmus Olsen, FC Suðuroy 
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur 

Verjuspælarar:
Aron Reinert Hansen, B68
Jákup Norðoy Vilhelmsen, B68 
Jónas Prior, 07 Vestur 
Ingi Arngrímsson, Víkingur 
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF

Miðvallarspælarar:
Jógvan Gullfoss, B36 
Mattias Hellisdal, B36
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Heini Fossdalsá Sørensen, HB 
Hanus Højgaard, B68
Marjus Nón, B68 
Silas Gaard, 07 Vestur
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg) 

Álopsspælarar:
Jóhan Josephsen, B68 
Bartal Páll Klein, HB 
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

[object Object]
Ólavur Mikkelsen segði, at hann gleðir seg ógvuliga nógv til fyrstu uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2025

38 Leygardagur 31. mai 2025

André Olsen í HB restina av árinum

André Olsen tók yvir í HB sum fyribils venjari eftir Sormani. Nú hevur hann skrivað undir við HB tað sum er eftir av kappingarárinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjaraspurningurin í HB er nú avgreiddur. HB og André Olsen hava skrivað undir sáttmála galdandi restina av árinum.

Harvið er greitt, at fyribils venjaratoymið, sum tók yvir eftir at italiumaðurin Adolfo Sormani legði frá sær fyrst í hesum mánaðinum, heldur fram.

Afturat sær hevur André Olsen Teit Matras Gestsson og Trónd Jensen sum hjálparvenjarar, Jens Martin Knudsen sum málmansvenjara og Áka Johansen sum greinara.

Tað hevur higartil gingið væl hjá André Olsen og toymi hansara: Liðið hevur spæld móti hinum trimum toppliðunum. HB vann 1-0 móti Víkingi á útivølli, spældi 1-1 móti KÍ á heimavølli og sunnudagin vann HB 4-1 á útivølli móti NSÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2025

39 Leygardagur 31. mai 2025

NSÍ, KÍ og HB halda tørn

Oddaliðini greiddu sína skyldu um vikuskiftið. Nú er landsliðssteðgur í fremstu kvinnudeildini

NSÍ vann stórsigur á FC Hoyvík og er framvegis trý stig frammanfyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna vikuskifti var 10. umfar í fremstu deildini hjá kvinnum á skránni.

Fríggjadagin møttust Skála og 07 Vestur undir Mýruhjalla. Meginpartin av dystinum vóru gestirnir undirmannaðir, eftri at 07 Vestur longu í áttanda minutti fekk ein spælara vístan av vølli. Men kortini eydnaðist teimum at fáa eitt stig burturúr. 

Við Løkin í Runavík tók oddaliðið NSÍ ímóti FC Hoyvík. Úrslitið gjørdist 10-1 til NSÍ, sum var á odda 7-1 í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði fýra ferðir fyri NSÍ..

Sunnudagin vóru tveir dystir á skránni. Í grannauppgerðini millum B36 og HB vunnu tær reyð-svørtu ein sannførandi 6-0 sigur. Í Sarpugerði í Norðragøtu var KÍ á vitjan hjá Víkingi, og tá avtornaði vunnu klaksvíkskvinnur 5-2. Talan var kortini um ein javnan dyst, men tá tær á heimaliðnum seinastu løtuna fóru eftir javnleikinum, kostaði tað í verjupartinum.

Orsakað av landsliðsvirksemi er steðgur í landskappingini til 9. juni. Í gjár, fríggjadagin 30. mai spældi kvinnulandsliðið í Moldova, og týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia á Tórsvølli.

Betrideildin, kvinnur. 10. umfar:

Frígjadagin 23. mai:

Skála ÍF - 07 Vestur 1-1 (0-0)
74' 1-0 Sara Benjaminsen
85' 1-1 Sissal Haraldsen

Reytt kort: 08' Kristina Gásdal

Leygardagin 24. mai:

NSÍ - FC Hoyvík 10-1 (7-1)
02' 1-0 Heidi Sevdal (Lena Olsen)
03' 2-0 Lena Olsen (Sara Lamhauge)
04' 3-0 Julia Naomi Mortensen, brotsspark
29' 4-0 Heidi Sevdal (Evelin Mastropasqua)
33' 5-0 Julia Naomi Mortensen
36' 5-1 Noomi Hansen
38' 6-1 Lena Olsen (Helga Mikkelsen)
40' 7-1 Heidi Sevdal
51' 8-1 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
67' 9-1 Rebekka Benbakoura (Julia Naomi Mortensen)
84' 10-1 Rebekka Benbakoura (Heidi Sevdal)

Sunnudagin 25. mai:

B36 - HB 0-6 (0-4)
02' 0-1 Sunniva Willemoes (Rúna Jacobsen)
17' 0-2 Rúna Jacobsen (Fridrikka Clementsen)
30' 0-3 Lisa Haraldsen (Fridrikka Clementsen)
39' 0-4 Rúna Jacobsen (Lý Djurhuus)
67' 0-5 Lisa Haraldsen (Fridrikka Clementsen)
76' 0-6 Lisa Haraldsen (Teresa Jacobsen)

Víkingur - KÍ 2-5 (1-3)
05' 0-1 Tóra Mohr
28' 0-2 Sólja Ernstsdóttir
36' 1-2 Rakul Sørensen (Jensa Tórolvsdóttir)
45' 1-3 Birita Ryan (Tórunn Joensen)
68' 2-3 Sára á Líðarenda (Jensa Tórolvsdóttir)
79' 2-4 Birita Mohr (Sólja Ernstsdóttir)
86' 2-5 Sjálvmál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

40 Leygardagur 31. mai 2025

Aleksandar Lacok fær tvey-ára sáttmála í St.Gallen

- Talan er um ein ógvuliga spennandi málverja, sum longu hevur altjóða royndir, sigur venjarin um "Sasha"

21-ára málverjin var við til allar dystirnar í EM-undankappingini og skal skjótt við U21-landsliðnum til HM í Polandi. Eftir tað verður kósin sett til Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsliðsmálverjin í hondbólti, Aleksandar "Sasha" Lacok, á veg úr næstbestu deildini í Svøríki til  St. Gallen í bestu deildini í Sveis.

Felagið hevur nú endaliga váttað hesi tíðindini. TSV St. Ottmar Handball St. Gallen, sum er fulla navnið á felagnum, hevur í nú staðfest, at Sasha kemur til Sveis. Á heimasíðu felagsins stendur, at talan er um ein tvey-ára sáttmála; tað vil siga, at hann er galdandi til summarið 2027.

- Vit eru ógvuliga fegin um, at Aleksandar Lacok hevur vælt St. Otmar sum næsta fetið á sínari yrkisleið. Her er talan um ein ógvuliga evnaríkan spælara, sum longu hevur altjóða royndir.

[object Object]
Sasha til U19 HM-endaspælið í 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Í greinini verður millum annað nevnt, at Sasha fyrr í mánaðinum var við at spæla Føroyar víðari til EM-endaspælið hjá monnum á sannførandi hátt, og at hann í seinna helmingi av juni skal spæla HM-endaspæl í Polandi við U21-landsliðnum.

Eftir hetta fer 21-ára gamli málverjin til Sveis, har eitt spenanndi kapittul byrjar. Aleksandar "Sasha" Lacok spældi sum ungur nógv við VÍF - síðstu tíðina áðrenn hann fór til Svøríkis, vardi Sasha málið hjá Neistanum.

Hann hevur seinasta árið spælt við svenska Lugi, og verið fast við A-landsliðnum, síðani Nicholas Satchwell í fjør fekk álvarsaman knæskaða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

41 Leygardagur 31. mai 2025

Seinasti dansurin hjá 04/05- árgangunum verður í Polandi

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og Aleksandar "Sasha" Lacok vera í HM-hópinum, sum eisini telur ársins spælara í Burn-deildini, Høgna Heinason. HM-endaspælið byrjar 28. juni

Til U18 EM í 2022 har Føroyar millum annað vunnu á Fraklandi og endaðu á 9. plássi
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í tætta U20 EM-endaspælinum í fjør vóru teir júst ov stuttir til pláss, sum gav atgongd til HM fyri U21-landslið í 2025.

Men fyrr í ár noyddist NýSæland at geva avboð, og so fór plássið til hægst styrkismetta evropeiska liðið: Føroyar.

Talan er um árgangirnar 2004 og 2005. Hesir hava verið til trý endaspøl á rað: U18 HM í 2022, U19 HM í 2023 og U20 EM í 2024. 

Í báðum teimum fyrstu stóðu Føroyar seg heilt væl, og endaðu ávikavist nummar níggju og átta og høvdu eisini toppskjúttan í kappingini.

Sterkur hópur

Hetta er ein hópur, sum á nógvan hátt hevur uppiborið eitt U21 HM-endaspæl, hóast tað júst glapp í fjør. Talan er eisini um nógvar ógvuliga dugnaligar spælarar.

Óli Mittún var mest virðismikli spælarin í U18 EM, og komandi GOG-spælarin hevur síðani gjørt vart við seg í vaksnamannhondbólti - sum landsliðsprofilur og nú besti spælari í Svøríki.

Ísak Vedelsbøl hevur eisini spælt við Sävehof í ár, og hevur fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum. Sterki strikuspælarin/miðverjin og málverjin Aleksandar "Sasha" Lacok vera lyklaleikarar til HM-endaspælið.

Umframt teir tríggjar A-landsliðsspælararnar vera aðrir spennandi spælarar við. Høgni Heinason er eitt dømi: 19-ára gamli hoyvíkingurin er júst kosin ársins spælari, og ársins ungi spælari, í føroyskum manshondbólti.

[object Object]
Høgni misti HM í 2023 vegna skaða, men var við aftur í fjør - hann verður ein profilur í bakketuni saman við Óla Mittún (Mynd: EHF)

Trúgvi Hávardsson úr StÍF er eisini ein profilur í fremstu mansdeildini, og so verður millum annað ein frískur Rókur Ziskason við aftur sum lykil í verjuni og í álopsstøðum. 

U21 HM-hópurin er sum skilst úttikin, men ikki almannakunngjørdur enn.

Føroyar eru í einum spennandi bólki við Norðurmakedonia, Íslandi og Rumenia. Tvey tey fremstu liðini koma víðari - fyrsta uppgávan í Katowice verður Norðurmakedonia 18. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025

42 Leygardagur 31. mai 2025

Hondsbóltsgentur fara til Íslands

U15-landsliðið fer um vikuskiftið at spæla tveir venjingardystir í Íslandi

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hetta vikuskiftið er U15-landsliðið hjá kvinnum farið til Íslands, har tær fara at spæla sínar fyrstu landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist í dag og í morgin, skrivar Hondbóltssambandið.

Dystirnir verða leiktir á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Leygardagin kl. 17 (føroyska tíð) og sunnudagin kl. 15.

Hesir eru úttiknir til dystirnar:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sofía Sigurstein, Kyndil

Útileikarar:
Helena Holm, VB
Hervør Hansen, Kyndil
Sára Hjørleifsdóttir, VÍF
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Hanna Thomsen, Neistin
Nana Yaa Deku, H71
Olivia Kristiansen, H71
Lea Traber Olsen, H71
Fía Nolsøe, H71
Anna Lamhauge, H71
Andrea Heinadóttir, Søljan
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Aibritt á Plógv, Kyndil

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Nicholas Satchwell, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2025

43 Leygardagur 31. mai 2025

111 bátar tilmeldaðir í ár

Tað eru fleiri bátar enn seinastu tvey árini, tá 109 bátar hava verið við í FM-kappingini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú kappingarárið 2025 stendur fyri durum, er greitt, at áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksandi, tí heili 111 bátar eru tilmeldaðir til fyrstu stevnuna, og tað eru fleiri bátar, enn tað hevur verið tey seinastu tveir árini, tá 109 bátar vóru við, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Róðrarsambandið leggur afturat, at av teimum 111 bátunum hava 104 váttað luttøku á Norðoyastevnu. Tá var freistin at melda til ikki úti enn, so talið kann broytast.

Í barna- og ungdómsbólkunum eru 17 gentubátar og 15 dreingjabátar tilmeldaðir í barnaróðrinum, og í bólkinum fyri 14–16 ára gomul eru 11 dreingjamanningar og 12 gentumanningar. Harumframt eru 12 bátar tilmeldaðir í gentubólkinum fyri 17–18 ár.

Í vaksnu bólkunum er serliga nógv lív í 6-mannaførum hjá monnum, har 12 bátar eru við.

Eitt, sum er sermerkt við kappingarárinum 2025, skrivar Róðrarsambandið, er, at heili átta FM-vinnarar frá 2024 ikki verða at síggja í ár. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum.

Talan er m.a. um Skansan og Falk, sum vunnu barnaróðurin í fjør, og sum ikki eru við í ár, og vinnararnir Firvaldur, Kjósin og Tórsbáturin verða heldur ikki at síggja. Hinvegin royna Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur at verja FM-heitið.

Fyrsta stevnan er Norðoyastevnan, sum verður í Klaksvík í dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2025

44 Leygardagur 31. mai 2025

Seks føroyskir svimjarar til EM í Open Water-svimjing

Fyrstu kappingarnar við kroatisku oynna Hvar vóru hósdagin. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru við til hetta slagi av EM

Føroysku svimjararnir skulu venja seg við umstøðurnar og hesa greinina (Mynd: Svimjisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seks føroyskir svimjarar sleppa í hesum døgum at royna nakað nýtt: Tað verður fyrstu ferð, at Føroyar luttaka við einum liði til EM í Open Water.

Hetta verður saman vid 20 øðrum tjóðum. Kappingin er á vøkru kroatisku oynni, sum eitur Hvar. 

Svomið verður beint við býin Stari Grad. Føroyska liðið kom upp á pláss har fyrr í vikuni og hevur síðandi vant seg við umstøðurnar - og sjálva greinina. Open Water er eitt slag av havsvimjing við ymiskum reglum. Teinarnir eru eisini longri, enn tá svomið verður í hyli.

- Svimjing fevnir um nógvar greinar, men i Føroyum hevur ikki verið siðvenja at luttaka til openwater kappingar, og ti er hendan kappingin sera áhugaverd, tí ynski er, at Føroyar framyvir skulu luttaka til hesar kappingar.

Føroyski hópurin: 
Jonna Joensen (2005, Ægir)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)

Rókur í Jákupsstovu er venjari, og Annika Olsen er við sum ferðaleiðari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2025