

Leygardagur 14. juni 2025 | Nr. 24 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 16
SíÐa 11
SíÐa 13
SíÐa 7
SíÐa 3
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Føroyingar flestir eru góðir við danska kongshúsið. Tað kom greitt til sjóndar, nú fryntligu kongshjúni saman við yngstu prinsessuni vitjaðu oyggjarnar í vikuni.
Móttøkan var hjartalig, flógv og vinarlig. Og føroyingar tyrptust í Havn, Hoyvík, Glyvrum, Vági, Fámjin, Trongisvági og Eiði fyri at fáa eyga á tey kongaligu og kanska eitt vinarligt lógvatak eisini.
Føroyingar vístu seg fram frá sínu vakrastu síðu, og tað var rørandi. Eitt sindur í kontrast við tað, sum samstundis fór fram á Leynasandi hósdagin. Tað er ein sannroynd, at okkara grindadráp ikki er væl sætt í eygum nógvum útlendinga. Tí eru tað ikki einans myndir av smílandi kongshjúnum og prinsessu saman við blíðskortaðum føroyingum, sum vit síggja í altjóða miðlum hesa vikuna, men eisini blóðugar myndir, sum agentar hjá altjóða umhvørvisfelagsskapum senda út í heim, og sum stórur útlendskir miðlar glaðbeintir slúka rátt. Vit kenna yvirskriftina, ið sum oftast hava sama orðalag: “Sea turns red with blood...” ofta skrivað við stórum stavum.
Eitt sindur spell, at hetta skuldi falla saman.
Nú kongaliga vitjanin er av, verður skoðað fram móti ríkisfundinum millum stjórnarleiðarar og -limir í Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Ríkisrættarliga støðan er aftur komin á dagsskrá, nú meðan vit í spenningi bíða eftir, hvat serliga grein 6-nevndin sambært Heimastýrislógini – ein heimild, sum á fyrsta sinni verður tikin í brúk síðan heimastýrislógin varð undirskrivað fyri 77 árum síðani – kemur fram til.
Spurningurin er hvussu langt Føroyar kunnu fara uttan at koma í kløtur við donsku grundlógina. Ella um Føroyar kunnu loyva sær at fara út um grundlógarinnar heimildir, um vilji er til tess frá bæði føroyskari og danskari síðu.
Løgmaður hevði undan kongsvitjanini kallað flokkarnar til fundar fyri at finna fram til eina tjóðarsemju um hvat føroyska sendinevndin skal leggja fyri danir av ynskjum fyri at fáa ynski okkar ígjøgnum um víðari ræsir á uttanríkispolitiska økinum.
Løgmaður fekk ikki tjóðarsemjuna, tí Sambandsflokkurin ikki vildi vera við. Tað er loysing, sum løgmaður vil, og tað ganga vit ikki við til, segði Bárður á Steig.
So í staðin fyri tjóðarsemjuna, hevur løgmaður nú eina ‘breiða semju’ við sær til ríkisfundin í komandi viku. Fimm av seks flokkum – næstan 80 prosent av løgtinginum – eru samdir um, hvat leggjast skal fyri statsministaranum og hennara fylgi.
Spell er tað – og eisini eitt sindur ósmart –, at Sambandsflokkurin setir seg uttan fyri ávirkan, nú hetta týdningarmikla ynskið skal leggjast fram. Sjálvandi skal Sambandsflokkurin siga, at hann ikki vil missa tey rættindi, sum vit nú hava innan fyri ríkisfelagsskapin. Kortini skilja vit illani avgerðina um at seta seg uttanfyri.
Tí javnaðarfólk siga, at tey ikki hava ætlanir um at taka seg burtur úr ríkisfelagsskapinum.
Bárður skrivar sjálvur, at hann enn er fornermaður yvir, at hann ikki slapp við í samgongu við Javnaðarflokkin seinast. At vera fornermaður er ongantíð smart í politikki. Tí við hesum hugburði hevur formaður Sambandsfloksins avskrivað møguleikan fyri at fara í samgongu við Javnaðarflokkin eftir næsta val. Harvið stendur Sambandsflokkurin nú sum garantur fyri at núverandi blokkpolitikkurin sleppur at halda fram, og tað er hvørki klókt ei heldur smart.
Tí í eini komandi samgongu við Fólkaflokkin verður Sambandsflokkurin tann lítli, sum fyri vist ikki fær løgmann. Tað benda allar veljarakanningarnar á.
Starvsfólk á ítróttarháskúlanum syrgdu fyri, at kongaligu gestirnir fingu eina serstaka løtu í føroysku náttúrini við Múlagjógv vesturi á Eiðinum í Vági
Múlagjógv vesturi á Eiðinum var hósdagin karmur um ein spennandi part av kongaligu vitjanini í Vági.
Hetta fegnaðust kongur og drotning aftaná stórliga um. Tað var ein serstøk uppliving fyri parið og prinsessuna at fara yvirum við rennistrongi.
- Tað var lætt at siga ja, tá man var í bilinum. Men tað var fantastiskt at royna í hesari bergtakandi føroysku náttúruni, segði drotningin aftaná.
Júst Mary drotning var fyrst yvirum, síðani løgmaður, aftaná kom Josefina prinsessa sendandi, áðrenn Fríðrikur kongur fór yvirum 150 metra longu gjónna. Hetta meðan heilt fitt av fólki hugdu at.
Tað var heilt fitt av mótvindi, eystanætt, og stúrt varð fyri at tey kongaligu kundu steðga upp á vegnum.
Hetta vóru køn fólk á ítróttaháskúlanum til reiðar til. Tað gekk tó nærum sum smurt, og hetta setti eitt gott punktum fyri fyrrapartin á degi tvey av almennu skránni hjá teimum kongaligu í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Nógv er broytt síðani seinast, og man merkir ein vilja hjá einstøkum persónum, staðfesti kongur til stuttu miðlaløtuna á Vágseiði - sí video
Eftir at kongshjúnini høvdu verið yvir Múlagjógv vesturi á eiðinum í Vági við rennistrongi komu tey yvir til donsku og føroysku tíðindafólkini.
Sum siður er á slíkum túrum, fáa miðlarnir einaferð høvi at seta kongshjúnunum ein spurning.
Portalurin spurdi kong, á hvønn hátt hansara hátign upplivir broytingina í føroyska samfelagnum - serliga í mun til seinast Fríðrikur kongur var í Føroyum.
- Eitt er bygningur. Eitt annað er brennandi ynski og viljin hja einstaka føroyinginum at broyta ting til nakað betri. Hetta merki eg veruliga…Føroyar eru í rívandi menning.
Mary drotning tosaði serliga um ógvuliga heitu og góðu móttøkuna, sum tey høvdu fingið allastaðni - umframt hvussu bergtakandi náttúran er at uppliva slíkar dagar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
- meðan 20 prosent halda ikki at Føroyar framvegis skulu vera partur av danska kongshúsinum
Góðir tveir triðingar, ella nærri 67 prosent, halda at Føroyar framhaldandi skulu vera partur av danska kongshúsinum.
Hósdagin settu vit lesarum okkara spurningin: Skulu Føroyar framhaldandi vera partur av danska kongshúsinum.
1.915 lesarar svaraðu, og av teimum svaraðu 67 prosent ja, 20 prosent nei, meðan seinastu 13 prosentini svaraðu triðja møguleikan, sum var ‘mær tað sama’.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Og Meinhard Hentze fekk heiðursmedalju við krúnu
Tá kongalig vitjan er í Føroyum er vanligt, at ávís fólk verða boðin umborð á kongaskipið at móttaka riddarakross.
Hendan vitjanin, sum alment fór av bakkastokki mikumorgunin, er einki undantak í so máta. Hetta er eisini fyrstu ferð at Fríðrikur vitjar Føroya sum kongur og tískil fyrstu ferð, at hann handar riddarakrossar her.
Tey fimm, sum hesaferð fingu riddarakross vóru:
Elsebeth M. Gunnleysdóttir, tingkvinna
Hanna Vang, løtingsins umboðsmaður
Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum
Berharður Wilkenson, dirigentur í Føroya Symfoniorkestri
Sigrun Gunnarsdóttir, listafólk
Meihard Hentze í Skúvoy fekk heiðursmedalju við krúnu.
Hetta hendi á samkomu umborð á Dannebrog á Bursatanga mikudagin seinnapartin.
Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, tingkvinna, her saman við manninum, Finn Hansen (Mynd: Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttur / Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Hann er sum skilst elsti núlivandi persónur úr Fámjin, og minnist kongsvitjanina eftir 2. heimsbardaga. Hósdagin var 95-ára gamli Henning Mortensen aftur í heimbygdini - við kongaligum heiðursmerki
Tað var sum heild stórur áhugi fyri kongsvitjanini í góðveðrinum í Fámjin seinnapartin hósdagin.
Ein serligur "gestur" var Henning Mortensen. 95-ára gamli maðurin er, sambært okkara upplýsingum, tann elsti núlivandi persónurin, sum er úr Fámjin.
Tann elsti búsitandi í náttúruvøkru bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni er 90 ár. Talan er um Svend Joensen, sum eisini til staðar til kongsvitjanina.
Portalurin fekk stutt orðið á Henning Mortensen, sum var komin suður til heimbygdina til høvið. Hetta saman við millum øðrum abbadøtrum sínum.
95-ára gamli maðurin var vælupplagdur og spentur uppá at taka í hondina á Fríðrik í góðveðrinumi. Hann minnist kongsvitjanina stutt eftir seinna heimsbardaga, men tá heilsaði Henning ikki beinleiðis uppá Fríðrik tann níggjunda.
Mary drotning tekur í hondina á Henning Mortensen framman fyri kirkjuna í Famjin (Mynd: Sverri Egholm)
Hesaferð var skjótt samband millum kong og mannin við kongaligum heiðursmerki (Den kongelige Belønningsmedalje). Hesa hevur Henning Mortensen fingið fyri 50-ára tænastu á Tórshavnar Skipasmiðju.
Henning hevur búð í Argjum leingi, og býr nú á Boðanesheiminum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Eftir komu til Føroya gekk leiðin beinanvegin til Kolturs við tyrlu. Har vitjaðu kongur, drotning og prinsessa millum annað Heima í Húsi og Norði í Garði
Fríðrikur X kongur er verji fyri Koltursætlanini hjá Tjóðsavninum, og seinnapartin týsdagin vitjaði hann saman við Mary drotning og Josephine prinsessu.
Kolturstúrurin var fyrsti steðgur á ferðini til Føroyar, tó at tyrlutúrurin út til Kolturs og gongutúrurin har ikki var partur av almenu skránni, ið ikki byrjaði fyrr enn mikudagin.
Myndirnar eru frá Det danske kongehus. Fleiri myndir úr Koltri her
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum greiðir frá
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Tað var annars ikki avdúkað áðrenn. Hvørki tvíburin ella eldri systkinini hjá 14-ára gomlu prinsessuni vóru við á ferðini
Fríðrikur kongur og Mary drotning hava fýra børn - tveir prinsar og tvær prinsessur:
- Christian, 19 ár
- Isabella, 18 ár
- Tvíburanir Vincent og Josephine, 14 ár
Av hesum var bert síðstnevda við tá kongaligu gestirnir koma til Føroa við flogfari týsdagin. Hini trý hava onnur ting á skránni.
Josephine var røsk at renna til Royal Run í Keypmannahavn annan hvítusunnudag. Sum tað einasta av børnunum rann yngra prinsessan allar tríggjar teinarnar: One Mile, 5 kilometrar og 10 kilometrar. Hetta er samanlagt 16 kilometrar.
Josephine til Royal Run 2. hvítusunnudag - undir liðini á tvíburabeiggjanum Vincent og stórusystrini Isabellu (Mynd: EPA)
Isabella var við á tyrlutúrinum til Kolturs og síðani siglitúrinum við Rescue Lív til Miðvágs.
Josephine saman við foreldrunum í Koltri týsdagin (Mynd: Det Danske Kongehus)
Her eru tey komin á land í Miðvági (Mynd: Sverri Egholm)
Fram til vitjanina hjá kongshjúnunum í Føroyum hevur annars einki staðið um, at onnur í familjuni skuldu við.
Josephine prinsessa stóð heldur ikki til at vera partur av almennu skránni.
Umborð á Dannebrog í Miðvági (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Vit hava her samlað allar myndirnar, sum vit hava tikið frá Føroyavitjanini av kongshjúnunum og Josephine prinsessu
Týsdagin
Kongshjúnini eru komin til Miðvágs
(Mynd: jn.fo)
Josephine prinsessa er við í Føroyum
(Mynd: Det danske Kongehus)
Mikudagin
Kongshjúnini hava heilsað upp á høg sum lág
Lisa, Celina og Frida hava handað blómur í dag
Hava savnast um tey kongaligu í Havnini
Kongaligur veitsludøgurði á Hotel Føroyum
Dannebrog sett kós móti Suðuroy
Hósdagur
Rennistrongurin var stóra upplivingin í Vági
Kongshjúnini merktu hitan frá vágbingum
Góðveður og gott lag í Fámjin og í Trongisvági
Fríggjadagur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2025
Fylið vekir nýggja vón fyri álvarsliga hótta føroyska rossinum
Eitt heilt serligt fyl er beint nú folað í Danmark – og tað kann fara at bjarga einum av heimsins allar sjáldsamastu rossasløgum.
Fyri fyrstu ferð í meira enn hundrað ár er eitt føroyskt fyl folað uttan fyri Føroyar. Hetta er at rokna sum eitt skarvslop fram á leið áhaldandi at verja hendan lítla og álvarsliga hótta rossastovn. Í dag eru bert 83 føroysk ross til í heiminum, og inntil nú vóru øll einans í Føroyum.
Seinastu árini er talið av føroyskum rossum bara fallið. Hóast alararnir stríddust eitt tógvið stríð fyri at bjarga rossastovninum frá at verða avoyddur í 1960'unum, hava teir nú enn eitt stríð at stríða, tí tað eru rætt og slætt ov fá fólk í Føroyum, sum kunnu taka ímóti hesum rossum. Alt ov fá fyl verða seld, og tað hevur hent seg, at tað hevur verið neyðugt at taka sunn og røsk ross av, tí eingin var at taka sær av teimum.
Kreativ loysn upp á ein vaksandi trupulleika
Loysnin upp á hendan trupulleikan kundi verið einføld: At loyvt útflutningi, so rossini kundu átt heima í útlondum. Men av tí at ross, sum eru folað í Føroyum, ikki kunnu fáa rossapass, kunnu tey ikki flytast lógliga av landinum. Eingin lóg beinleiðis bannar útflutningi av rossum úr Føroyum, men ítøkiligi trupulleikin er vantandi lógarkarmurin, sum krevst, til at skriva út rossapass til ross, som eru folað í Føroyum.
Hetta hevur gjørt ein tronga í gongdini at laga umstøðurnar, so slagið hórar undan. Hóast áhaldandi áheitanir á landsins politikarar um at loysa trupulleikan, er ein løgfrøðilig loysn enn ikki klár at seta í verk.
Tí hevur Felagið Føroysk Ross (FFR), sett eina framsøkna verkætlan í verk. Felagið hevur flutt íslendskar ryssur, sum er næst skyldar við føroyska slagið, til Føroyar úr Danmark og brúkt tær sum burðarryssur. Gitin egg úr føroyskum rossum vórðu sett í ryssurnar, og tá tað var staðfest, at tær vóru kvidnar, vórðu tær fluttar aftur til Danmarkar.
Fýra av átta ryssum vórðu kvidnar – og nú er tað fyrsta fylið folað í Danmark. Og tí fylið er folað í Danmark, kann tað fáa eitt rossapass og við tí eina framtíð á øðrum stað enn í Føroyum.
Samstarv og vísindi
Hendan verkætlanin kom ikki burtur úr ongum. Síðani 2012 hava Búnaðarstovan og FFR samstarvað tætt við NordGen, norðurlendska ílegutilfeingismiðstøðina, sum stuðlar varðveitslu av sjáldsomum djórum og upprunadjórasløgum í øllum Norðurlondum. NordGen hevur havt ein týðandi leiklut í at skjalfesta slagið, standa fyri ílegugranskingini, og menna langtíðar strategiir, fyri at tryggja, at rossaslagnum er lív lagað.
Í 2024 gav NordGen eina víðfevnda virkisætlan út fyri føroyska rossið, við uppritum til tær mest týðandi arbeiðsætlanirnar so sum stovnsvøkstur, handfaring av innannøring, og nýtslu av nøringartøkni, íroknað embryoflutningi, fyri at víðka stovnin uttan fyri Føroyar.
- Framúr góðu úrslitini beint nú eru eitt beinleiðis úrslit av ætlanini og eitt týðiligt tekin um, at virkisætlanin er rætt løgd. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta er eitt týðandi frambrot, sigur Maria Kjetså, sum er royndur granskari á húsdjóradeildini á NordGen.
Av alstórum týdningi
Við passi kann hetta fylið nú ferðast lógliga, verða selt, og soleiðis hjálpa til við at stovna nýggjar flokkar av føroyskum rossum uttan fyri Føroyar. Hetta kann verða ein kollvelting fyri framtíðina hjá rossinum.
Føroyska rossið er av lítlum, knáum og søguliga sæð týdningarmiklum slag, sum hevur livað í Føroyum í øldir. Men avbyrgingin úti á fjarum oyggjum ber í sær týðandi vandar – frá farsóttum til náttúruvanlukkur – sum skjótt kunnu avoyða alla skipanina.
Tí er tað umráðandi, at rossaslagið eisini kann liva uttan fyri Føroyar. Hetta fylið, sum er tað fyrsta veruliga fetið á leiðini til at skapa eitt annað heim fyri slagið, tryggjar, at slagið livir áfram komandi ættarliðini og varðveitir soleiðis hendan heilt serliga norðurlendska fong, so hann ikki er burtur fyri altíð.
- Hetta er ein søguligur dagur fyri føroyska rossið, sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í Felagnum føroysk Ross.
- Á fyrsta sinni kunnu vit skapa eina framtíð fyri hetta sermerkta rossaslag – ikki bara í Føroyum, men í allari verðini.
Afturat hesum fylinum væntast tvær ryssur afturat at fola í Danmark sum avleiðing av embryoverkætlanini, meðan tólv fyl eru væntandi í Føroyum í ár. Tað er methøgt tal av fylum av føroyska slagnum. NordGen og FFR hava ætlanir um framhaldandi at arbeiða saman og gagnnýta gransking, útbúgving og nýggj amboð til at verja og víðka føroyska rossastovnin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
SMJ-toymið vann verkætlanarkappingna av út og umbygging av farstøðini í Vága Floghavn
Týsdagin hevði Vága Floghavn bjóðað til almenna samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági, har tey fýra uppskotini í verkætlanarkappingini um út– og umbygging av farstøðini hjá Vága Floghavn vórðu sýnd fram, og vinnarin avdúkaður.
Tey fýra toymini, sum vóru undangóðkend til luttøku í kappingini, vóru:
AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia
Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll
SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
SNA saman við LBF, PBC og Cowi
Frá hesum fekk Vága Floghavn fýra sera ymisk og samstundis ógvuliga spennandi uppskot til nýggja farstøð.
Nevndarforkvinnan í Vága Floghavn, Birita Sandberg Samuelsen, takkaði toymunum fyri luttøkuna. Síðani legði hon fram grundgevingarnar hjá dómsnevndini og kunngjørdi vinnaran, sum var SMJ sum høvuðsráðgevi, saman við undirráðgevunum Zeso (DK), Kontrast (FO), Spenn (FO) og Niras (DK).
Farið verður nú undir samráðingar við SMJ toymið um sáttmála, við tí endamáli, at projekteringin kann fara í gongd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Listin hevur sín íblástur í søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi
Farna fríggjadag var hátíðarhald í Sankta Frans skúla í Havn í sambandi við, at listaverkini í nýggja hádeildinu við Varðagøtu nú eru liðug.
Tað er Heiðrikur á Heygum, sum hevur listprýtt nýggju hádeildina í Sankta Frans skúla, og fríggjadagin greiddi hann frá listini, sum hevur sín íblástur í søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi.
– Listprýðing er ein týðandi partur av størri byggiverkætlanum í kommununi, og síðan 2008 hevur hálvt annað prosent av samlaða byggikostnaðinum verið sett av til listprýðing, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Leiðandi starvsfólk í felagnum, sum eigur og rekur Portal.fo og Vevlýsingar, hava keypt partapeningin
Varðin samtakið hevur selt allan partapeningin í Spf. Knassum, sum eigur og rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar.
Nýggjur eigari er Spf. FH, sum Bárður Kass Nielsen og Sverri Egholm hava stovnað. Bárður Kass Nielsen er longu frammanundan stjóri í Knassum, og Sverri Egholm hevur verið knýttur at felagnum síðan 2011, seinastu árini sum ábyrgdarhavandi redaktørur.
Varðin setti pengar í Spf. Knassar á fyrsta sinni í 2013, tá Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu árini hevur Varðin átt helmingin av partapeninginum í Knassum, og herfyri keypti Varðin allan partapeningin.
Ynskið hjá Varðanum var nú at selja felagið til starvsfólk, sum kundu føra virksemið víðari.
Keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Tá kannað varð, um viðurskiftini hjá útlendskum arbeiðsfólki var í lagi, vóru fimm fólk biðin um at fara til hús, tí tey høvdu ikki fingið neyðug loyvi uppá pláss, sigur løgreglan
Mikudagin og hósdagin var var løgreglan, Taks og Arbeiðs- og brunaeftirlitið úti á arbeiðsplássum at kanna, um viðurskiftini hjá útlendskum starvsfólkum vóru í lagi, og tað vísti seg, at fimm starvsfólk høvdu ikki fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi uppá pláss.
Arbeiðspláss vórðu kannað kring landið. Tað snúði seg m.a. um byggifyritøkur, alifyritøkur, og arbeiðspláss í gistingarhús- og matstovuvinnuni.
Ætlanin er at hava fýra slík tiltøk um árið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at øll fimm starvsfólkini vórðu biðin um at gevast at arbeiða alt fyri eitt. Hvat víðari hendir er ikki greitt enn, men tað kann enda við útvísing.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2025
Skálavíkar kommuna hevur uppliva størsta lutfalsliga vøksturin hetta seinasta 12 mánaða skeiðið vísa hagtølini hjá Hagstovuni
Nú vanta bert 93 fólk í at íbúgvaratalið í Føroyum kemur upp á 55.000.
Hagstovan hevur júst kunngjørt, at pr. 1. mai í ár búðu 54.903 fólk í Føroyum, so alt bendir á, at vit fara at runda tey 55.000 í summar.
Fólkatalið vaks við 329 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var tann sami sum í undanfarnu tólv mánaðunum.
Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár.
Síðan er fólkatalið vaksið støðugt, men ikki eins nógv, sum tað gjørdi í 2019, seinastu 12 mánaðirnar sum sagt við 0,6 prosentum, og vøksturin er javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting, skrivar Hagstovan.
Fleiri verða fødd
Hetta seinasta árið var burðaravlopið 164 og tilflytingin 165. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop og eina nettotilflyting á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk.
Okkurt bendir á, at vit eru farin at fáa fleiri børn aftur, tí burðaravlopið hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið hevur verið størri enn undanfarna skeið, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd, skrivar Hagstovan.
Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu úr Føroyum, vóru uppaftur færri, sum fluttu til Føroya. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.
Skálavík (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Skálavík nógv størstan vøkstur
Lutfalsliga nógv størsta fólkavøksturin hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið hevur Skálavíkar kommuna upplivað. Fólkatalið í Skálavík er vaksið við 40 úr 137 upp í 177, og tað svarar til ein vøkstur á 29,2 prosent.
Sandoyartunnilin hevur nokk gjørt sítt til stóra vøksturin í Skálavík. Eisini Húsavíkar kommuna hevur upplivað ein vøkstur á 6,7 prosent, svarandi til 7 nýggjar íbúgvar. Men tær størru kommunurnar í oynni hava ikki uppliva vøkstur eftir at tunnilin er komin í gjøgnum.
Fólkatalið í Sands kommunu stendur í stað og í Skopun er tað minkað við 2,1 prosentum hetta undanfarna árið. Samlaða íbúgvaratalið í Sandoy og Skúvoy er hetta tíðarskeiðið hækkað við 37 fólkum upp í 1.330, svarandi til ein vøkstur á 2,9 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eitt greiningarrit um ekspansiva amerikanska politikkin í Arktis og ávirkanina á ríkisfelagsskapin
Eitt toymi við Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya á odda hevur fingið slakar 250.000 krónur til at kanna og lýsa hóttanirnar hjá amerikansku stjórnini um at taka ræði á Grønlandi, og ta søguligu kreppu, sum hetta hevur elvt til millum Danmark og USA.
Spentu viðurskiftini millum Danmark og USA kunnu fáa stórar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin og viðurskiftini millum Danmark, Grønland og Føroyar. Og samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, kroystir donsku stjórnina, verða krøv sett í Føroyum og Grønlandi um at fáa størri sjálvræði.
Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa ekspansiva amerikanska politikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og at meta um møguligar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin.
Umframt granskarar á Fróðskaparsetrinum skulu granskarar úr Danmark og Grønlandi eisini vera við í greiningararbeiðnum.
Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, sum er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Stuðulin verður latin av granskingarskránni fyri uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk, sum kallast FASDiNA. Skráin er fíggjað av donsku stjórnini, og hevur til endamáls at menna vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark um gransking á hesum øki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2025
Skeytið til sambýli til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum, varð undirskrivað í vikuni
Landsstýrismaðurin við almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, og borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, hava í vikuni skrivað undir skeyti fyri matrikul í Miðvági. Á hesum øki skal nýtt sambýli til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum byggjast.
Við støði í frágreiðingini “í góðum hondum”, er talan er um eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um bú- og tænastutilboðini kring landið, og geva fólki við serligum tørvi góðar karmar og eitt virðiligt og fjølbroytt lív, samstundis sum roynt verður at loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Landsstýrismaðurin er glaður um, at arbeiðið í Vágunum nú av álvara kann fara í gongd, og fyri góða samstarvið sum hevur verið við kommununa:
- Tørvurin er greiður, og við hesum taka vit enn eitt fet í tilgongdini at skipa bú- og tænasturnar á almannaøkinum betur, so at bæði hús- og starvsfólk fáa góðar umstøður at virka og liva í, sigur Eirikur í Jákupsstovu
Ein lendis- og skipanarætlan skal nú gerast fyri økið og verður boðin út í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Útgrevsturin heldur fram komandi tvær vikurnar, og ætlanin er at halda fram við útgrevstrinum næsta ár
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, vitjaði í vikuni fornfrøðiliga útgrevsturin á Sondum á Sandi.
Fleiri av týdningarmiklu fornminnum okkara liggja fram við sjóvarmálanum, har tey eru í vanda fyri at fara í havið. Í summum førum ber til at gera bakkaverjur at verja fornminnini, men í øðrum førum, sum á Sondum á Sandi, ber illa til at gera bakkaverjur, ið halda meira enn nøkur fá ár, og tí hevur Tjóðsavnið í hesum førinum mett, at tað er rættast at grava fornminnini út.
– Tað er umráðandi, at vit fáa til høldar so nógva vitan sum gjørligt um tær allar fyrstu búsetingar í Føroyum. Eg eri tí sera fegin um, at Tjóðsavnið er farið undir útgrevsturin á Sondum, ið vónandi kann gera okkum nýggja vitan um fyrstu búsetingarnar í Føroyum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Eitt grevstrarøki er latið upp, har fornfrøðingar frá Tjóðsavninum saman við fornfrøðingum og fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti arbeiða seg niður ígjøgnum fláirnar. Beint undir svørðinum er ein ferhyrntur bygningur komin til sjóndar.
Bygningurin er frá nýggjari tíð, og hevur møguliga verið ein tarakøstur. Bygningurin verður skrásettur, og síðani verður farið longri niður fyri at koma niður á tey fornminni frá miðøld og víkingatíð, ið liggja í fláunum longri niðri.
Í bakkanum síggjast fláir við øsku og laðingum frá eldri búseting í miðøld og víkingatíð. Hesi fornminni vórðu kannað í 1994 og aftur í 2006–2007, tá smærri útgrevstrar vóru og C-14-royndir vórðu tiknar. Tíðarfestingarnar, ið vóru gjørdar av byggkornum við C-14-royndum, vístu, at fólk hava vitjað í oyggjunum millum ár 300–500 og millum ár 500–700, sum er í minsta lagi 300 ár áðrenn norrøna landnámið, sum var um ár 800.
Gróthúsið, sum stóð ytst á bakkanum á Sondum á Sandi, og var í stórum vanda fyri at fara í havið, er flutt longri inn í lendið og verður bygt upp aftur. Tað er Tummas Pauli Olsen úr Húsavík, ið laðar gróthúsið upp av nýggjum.
Fornfrøðiligi útgrevsturin á Sondum er eitt samstarv millum Tjóðsavnið og Aarhus Universitet. At hjálpa við útgrevstrinum í ár eru 14 fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti. Útgrevsturin heldur fram komandi tvær vikurnar, og ætlanin er at halda fram við útgrevstrinum næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Faroese Days fer víða um í føroyska samfelagnum
Á Mentanarnátt í Havn farna fríggjadag varð nýggj bók um Føroyar løgd fram í hugnaligu og søguligu hølunum í Gamla Bókhandli. Tað var forlagið Sprotin, sum enn einaferð hevur gjørt ein vørr á bókaøkinum, ið legði fram nýggju bókina við heitinum “Faroese Days” eftir bretska rithøvundan og journalistin og ikki minst Føroyavinin Stan Abbott.
Fyri innbodnum og fleiri av teimum, sum Abbott hevur tosað við, greiddi høvundin frá grundarlagnum fyri hesi bók hansara um Føroyar, sum er ætlað at geva fremmandum ferðafólki innlit í føroyska mentan, vinnulív og viðurskifti annars.
Poul Guttesen bjóðar vegna forlagið Sprotin vælkomið til bókaframløgu í Gamla Bókhandli í Havn (Mynd Jan Müller)
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2022, seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága Floghavn. Hann var nógv í Føroyum, og var mangan við at umboða Føroyar í útlondum. Hann hevur við sínum arbeiði verið við til at lata dyrnar upp fyri Føroyum í útlandinum.
Hesa fjóðringsøldina hevur hann eygleitt neyvt ta menning, ið er farin fram í Føroyum og er ovfarin av, hvussu nógv er broytt eitt so stutt skeið, og hvussu sjáldsamar gávur føroyingar hava at svara teimum mongu spurningum, ið hava stungið seg upp á leiðini. Føroyingar eru meistarar at finna fram á serføroyskar loysnir, ræðast ikki tað nýggja og himprast ikki at leggja nýggjar leiðir.
Nú hevur Stan Abbott gjørt ferðina umaftur - hevur tosað við fólk um mál og politikk, tónleik, matmentan, tøknilig frambrot, handilsvinnu, gestavinnu og fiskivinnu. Úrslitið er ein stak forvitnislig bók, sum eyðsýnliga er grundað á dyggan kunnleika um landsins mongu tættir.
Eru útlendingar áhugaðir í øðrum enn vakrari náttúru, er hetta ein stak góð bók at kunna seg um føroysk viðurskifti - um tær veruligu Føroyar, sum arbeiða og virka í hesum vakra umhvørvi, menniskjuni, ið hugsa og virka her í landinum sigur Sprotin frá í kunningini um bókina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Hvítusunnudag fóru vágbingar útferð við grindabátunum og róð varð til Víkarbyrgi har útguðstænasta varð hildin
Bjartur Vest tók myndirnar. Sí fleiri myndir her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot um nýtt rundskriv um fráfaringaraldur til hoyringar
Landsstýrið ætlar at rundskriv nummar 9001 um fráfaringaraldur skal avtakast. Tað skrivar Fíggjarmálaráðið.
Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum er í dag 72 ár. Landsstýrið ynskir at avtaka fráfaringaraldurin, soleiðis at tað framyvir ikki verður aldurin á starvsfólki, sum einsamalt avgerð, nær starvsfólk skulu úr stavi.
Í eina tíð hevur ávís ónøgd verið við, at landið hevur ein fráfaringaraldur. Fyri at bøta um støðuna hjá teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum er fráfaringaraldurin av somu orsøk broyttur nakrar ferð síðstu árini.
Í 2007 bleiv fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum hækkaður úr 67 ár upp í 70 ár, og í 2013 bleiv tað gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Hetta verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í tvey ára tíðaravmarkað starv.
Í 2022 var fráfaringaraldurin hækkaður úr 70 árum upp í 72 ár, sum er tað vit hava í dag, og tað er framvegis møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina upp til tvey ár í senn, aftaná at starvsfólk hava fylt 72 ár.
Nú er so ætlanin heilt at avtaka fráfaringaraldurin.
Ætlanin um at avtaka fráfaringaraldurin er send til hoyringar hjá almennum stovnum og fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum við svarfreist síðst í hesum mánaðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Arbeiðsgevarar fáa greiðar treytir og skyldur at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi – á jøvnum føti við tað fysiska arbeiðsumhvørvið – kunngerðin kemur í gildi 1. august
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Margit Stórá, hevur í dag lýst nýggja kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Hetta merkir, at arbeiðsgevarar nú fáa greiðar treytir og skyldur at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi – á jøvnum føti við tað fysiska arbeiðsumhvørvið.
– Hetta er eitt øki, sum stendur mær nær. Vit hava tosað nógv um trygd og ergonomi, og hetta eru týdningarmikil evni – men trivnaður og sálarlig vælvera eru minst líka avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsumhvørvismálum.
– Vit brúka stóran part av okkara lívi á arbeiðsplássinum. Og tað, sum hendir har, hevur beinleiðis ávirkan á okkara trivnað, heilsu og lívsgleði. Tí er tað eitt stórt framstig, at vit nú hava sett greiðar karmar fyri, hvussu arbeiðast skal við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.
Kunngerðin setur greiðar treytir fyri, hvussu arbeiðið skal skipast, m.a. við atliti at arbeiðsbyrðu, ógreiðum krøvum, høgum kensluligum krøvum, niðrandi atburði og arbeiðstongdum harðskapi.
Kunngerðin staðfestur, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at skipa arbeiðið á ein hátt, sum bæði fyribyrgir og handfer viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Arbeiðsgevarar skulu hava virkið eftirlit við arbeiðinum, og teir skulu tryggja nøktandi vegleiðingar og mannagongdir fyri, hvussu møguligar fráboðanir frá starvsfólkum skulu handfarast.
Kunngerðin kemur í gildi 1. august. Arbeiðsgevarar hava sostatt eitt tíðarskeið at gera neyðugu tillagingarnar, so arbeiðsplássini liva upp til nýggju krøvini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, skrivar Umhvørvismálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Tað er 4,6 milliónir krónur meira enn árið fyri
Føroya Keypssamtøka, sum er millum størstu veitarar av gerandisvørum í landinum, helt leygardagin 10. mai sín árliga aðalfund. Har var m.a. grannskoðaði roknskapurin hjá FK lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum.
Roknskapurin fyri 2024 vísir hall uppá 5,4 milliónir krónur eftir skatt.
Úrslitið stavar serliga frá lægri bruttovinningi og hægri fíggjarkostnaði, men eisini frásølu av bygningum.
– Tað er greitt, at úrslitið als ikki er nøktandi. Men vit hava tikið avleiðingarnar av negativu gongdini seinastu árini. sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður.
Føroya Keypssamtøka varð fyrr í ár umskipað til Sp/f Føroya Keypssamtøka FK, har tveir ánarar eru. Øll aktiv og passiv vórðu løgd niður í smápartafelagið.
Limasamtakið FK L/F eigur 50 prosent av partapeninginum og Fredensborg og Omegns Brugsforening, stytt FOB, eigur hina helvtina.
- Grundarlagið er nú upp á pláss, og hyggja vit spent positivt frameftir, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður.
Limafelagið FK er sostatt farið frá at reka Keypssamtøkuna í Føroyum til at eiga helvtina av Spf. Føroya Keypssamtøku, sum verður rikið sum ein vanlig vinnufyritøka.
Stjórin í nýggja felagnum er Kristian Wolsing, sum hevur verið konstitueraður stjóri í 2024 síðan 15. januar 2024. Nevndarformaðurin er Bo Kristensen, sum dagliga er “brugsuddeler” í FOB.
Í nevndini eru tveir limir fyri FOB, ein eygleiðari frá Coop DK A/S, og Johnni M. Poulsen, fyri stjórnina (meginnevndina) í Limasamtakinum FK. Harafturat kunnu starvfólkini í Spf. Føroya Keypssamtøku velja tvey starvsfólkaumboð í nevndina.
Nýggjur stjóri, Claus Lundberg, er settur frá 1. juli 2025.
– Tað er týdningarmikið, at fáa lagt raksturin av FK í eina trygga og langtíðarhaldføra legu, har fyritøkan kann mennast, dagførast og búgvast til framtíðina, og sostatt tryggja limunum eina enn betri handilsketu og gera okkum munandi meira kappingarfør, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður, at enda.
Eftir aðalfundin halda Jákup Mørkøre og Tim Wentzlau fram sum ávikavist forfólk og næstforfólk í stjórnini í FK.
Um Føroya Keypssamtøku
Føroya Keypssamtøka varð upprunaliga stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keypssamtøkum, tá ið Havnar Keypssamtøka, sum varð stovnað í 1952, Klaksvíkar Keypssamtøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovnaðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssamtøka, í dagligari talu nevnd FK.
FK-handlar eru í dag í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági.
Føroya Keypssamtøka er eitt lutafelag, sum limirnir eiga. Í løtuni eru 14.500 limir í FK.
Keypssamtøkan hevur givið út bók “Føroya Keypssamtølan 1965-2025 í sambandi við 60 ár eru liðin síðan hon varð sett á stovn.
Limirnir, sum fyrr áttu 100 prosent av keypssamtøkuni, er framvegis skipaðir í fimm limafeløg og eiga í felag 50 prosent av Spf. Føroya Keypssamtøku FK. Spf. Føroya Keypssamtøka FK er stovnað afturvirkandi frá 1. januar 2025 og rekur alt fyrrverandi virksemi.
Spf. Føroya Keypssamtøka FK er eitt føroyskt felag. Limasamtakið FK L/F eigur 50 prosent av partapeninginum og Fredensborg og Omegns Brugsforening, stytt FOB, eigur hina helvtina. Limirnir atkvøða framhaldandi árliga, hvør skal sita í limanevndunon og stjórnini í Limasamtakinum FK L/F.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Mykinesi, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við, og tí verður borgarafundur 16. juni
Mánadagin 16. juni klokkan 15 verður borgarafundur um møguligt náttúruverndarøki í Mykinesi. Fundurin, sum er almennur, verður í dansistovuni, skrivar Umhvørvisstovan.
Í juni 2020 sendu Havstovan, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Visit Faroe Islands sendu eina felags áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at mæla landsstýrinum til at friða Lamba og Dalin í Mykinesi við kunngerð sambært § 8, stk. 1, í náttúrufriðingarlógini.
Yvirfriðingarnevndin mælti í skrivi 28. apríl 2021 til at seta í verk friðing fyri at verja lundan móti ov nógvari ferðslu í økinum í bútíðini hjá lundanum, men av tí at nýggj náttúruverndarlóg var ávegis, valdi landsstýrið at bíða til nýggja lógin varð sett í gildi.
Náttúruverndarlógin ásetur nýggjar reglur um m.a. skipan av verndarøkjum, og kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini. Umhvørvisstovan hevur fingið til uppgávu at umsita náttúruverndarlógina, og málið um verju av náttúruvirðum í Mykinesi bleiv tí lagt til Umhvørvisstovuna at viðgera.
Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu staðkend fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar um náttúruna og annað, sum er viðkomandi fyri skipan av verndini.
Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Mykinesi, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við. Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi, skrivar Umhvørvisstovan. Skráin fyri fundin sæst her.
Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina í Mykinesi.
Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna í seinasta lagi mánadagin 11. august 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Henda merking er fyrst og fremst ætlað sum fyrireiking til, hvussu seiða-/upsamerkingar við Føroyar kunnu leggjast til rættis komandi árini
Í vár vóru gott túsund seiðir merktir norðan fyri Syðradal á Kalsoynni. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 sentimetrar), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi árini fer at leita sær út á landgrunnin, har hann gerst partur av vaksna upsastovninum. Á Havstovuni vænta tey ikki, at nógvir merktir seiðir verða fiskaðir fyrstu tvey árini – men sum frá líður, og upsin ferðast longri út, verða teir helst fingnir í upsafiskiskapinum.
Havstovan hevur í mong ár merkt tosk á árligum túrum við rannsóknarskipi. Seinast Havstovan merkti seið burturav var í 1991, tá nakað av seiði varð merkt í Sundalagnum. Hesin upsin varð afturfingin víða um á landgrunninum og øðrum sjóøkjum við, tey næstu átta árini.
Í vár var so avgjørt at merkja seið aftur. Hetta var gjørt í samstarvi við brøðurnar Kristin og Marius Vilhelmsen, sum kenna væl til góð seiðamið nær Syðradali á Kalsoynni. Fiskurin varð fiskaður við runddorg, koyrdur í kør við sjógvi, áðrenn hann bleiv longdarmátaður og merktur.
Væl riggaði, og á fimm túrum blivu gott túsund seiðir merktir.
Henda merking er fyrst og fremst ætlað sum fyrireiking til, hvussu seiða-/upsamerkingar við Føroyar kunnu leggjast til rættis komandi árini. Ætlanin er at merkja seið í samstarvi við onnur lond, soleiðis at vit kunnu meta um ferðingarmynstrið hjá fiskinum millum londini. Tað er áður víst, at upsi ferðast longri jo størri hann er.
Øll afturfingin fiskamerkir, sum verða latin Havstovuni, eru við í árliga lutakastinum um 12.500 krónur. So fær ein ein merktan seið ella upsa komandi árini, so er at lata Havstovuni hann – so lærir Havstovan sum mest av merkiroyndini, og ein hevur møguleika at vinna í lutakasti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Tey flestu av makreleggunum vóru í økjunum móti evropisku hellingini eystan fyri Føroyar, og í Bankarennuni og út av Landgrunninum vestanfyri. Ein samlað meting av makrelgýtingini, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd, verður gjørd í august
Í farnu viku varð havrannsóknarskipið Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar.
Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini eystan fyri Føroyar, og í Bankarennuni og út av Landgrunninum vestanfyri (Mynd 1).
Makrelgýting verður kannað triðja hvørt ár, og í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra vóru í ár umleið 25 prosent færri makrelegg enn í 2022.
Mynd 1. Nøgdin av makreleggum á hvørji støð, avmyndað sum ljósareyðir sirklar. Støðir við ongum makreleggum eru vístar sum ‘x’ og trolstøðir eru vístar sum bláir ferhyrningar. 2000 m, 1000 m, 500 m og 200 m dýpdarlinjur eru vístar við gráum linjum og landamørk við brúnligum linjum. Litirnir á myndini vísa miðal vatnskorpuhita, mátað við fylgisveini 15.-18. maj 2025.
Mynd 2. Prøvi við makreleggum. Makreleggini eru 1.1-1.3 mm í diametur, og alt eftir hvussu heitur sjógvurin er, tekur tað 1-2 vikur fyri tey at klekjast. Á myndini síggjast bæði nýgýtt egg (1), egg, har larvan byrjar at síggjast (2) og egg við nærum klekingarbúnum larvum (3).
Kanningin hjá Jákup Sverra er partur av felagsskanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar. Hetta í tíðarskeiðinum frá februar til juli.
Umframt Føroyar luttaka Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.
Ein samlað meting av makrelgýtingini, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd, verður gjørd í august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Umframt vinnaran valdi dómsnevndin at geva einum bólk úr 5.b á Skúlatrøð herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði
Hósdagin 12. juni varð kunngjørt, at 7. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví droyma fólk?”
Umboð fyri dómsnevndina vóru á skúlanum og handaði flokkinum heiðursskjal og vinning á 3.000 krónur.
Dómsnevndin helt, at uppgávan hjá hesum bólkinum hevði eitt originalt evni og ein áhugaverdan undranarspurning. Arbeiðið var væl lýst, og næmingarnir vístu, at teir duga at brúka arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Teir høvdu góðar frágreiðingar og hugleiðingar um teirra dreymar og tað var forvitnisligt at lesa, hvat teir kundu hugsað sær at arbeitt víðari við.
Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi, og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði.
Í hesum bólkinum vóru: Brandur, Pætur, Baltasar, Róaldur og Prince.
Herðaklapp til 5. flokk á Skúlatrøð
Freistin at lata frágreiðingar inn til árligu kappingina var 15. mai. Tað komu níggju frágreiðingar inn frá fýra skúlum.
Ein dómsnevnd við fýra umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Ingi Heinesen Højsted granskari, Henny Dánialsdóttir og Bogi Otthamar, lærarar og ráðgevar á Námi, og Brynhild Næs Petersen fyri Granskingarráðið.
Umframt vinnaran valdi dómsnevndin at geva einum bólk úr 5.b á Skúlatrøð herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Herðaklappið er ein serligur heiður, sum bólkurin fær saman við 1.500 krónum.
Bólkurin undraðist á, um tað bar til at broyta smakkin av vatnmelón og sitrón, um tey brúktu salt og sukur.
Vinnarabólkin og Bogi Otthamar, Ingi Heinesen Højsted, Annika Sølvará og Johann Petersen, lærari í Eysturskúlanum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Teir hava gingið á á maskin-, timbur- og el-deildini á TSK
Fríggjadagin 6. juni kundu 35 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildini á Tekniska skúla í Klaksvík hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina.
Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu teir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum.
Hetta varð heiðrað við røðu frá Monradi Holm Jacobsen, felagssangi og góðum mati, ið næmingarnir á matvørudeildini á skúlanum høvdu gjørt.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
Maskinsmiðir, standandi f.v.: Rasmus Djurhuus (TTS), Rúnar Cederius Johnsson (KJ-Hydraulik) Magni Kjartan Hansen (KJ-Hydraulik), Tórur Áarskarð (KSS), Brandur Andréson Matras (KSS),Óli Hansen (Vaðhorn Seafood)
Sitandi f.v.: Hóri Skaale (KSS), Pauli Maldreas Joensen (KJ-Hydraulik), Joen Karl Olgar Miðalberg (TTS), Aron Kensson (Petur Larsen) Dávid Johannesen (Pomek)
Elektrikarar, standandi f.v.: Petur Meinhard Lundsbjerg (GroAqua), Daniel Jacobsen (Elcon), Magnus Ásmundarson Hansen (Elcon), Aron Carstensson (El-talvuvirkið), Rókur Aksel Hammerfoss Olsen (TTS), Dávid Biskopstø Andreasen (EL-IN), Eli Joensen (RVtøkni)
Filip Poulsson Joensen (RVtøkni), Herman Samuelsen (TTS), Bergtór Gregersen (EL-Teknik), Bárður Johannesen (RVtøkni), Jógvan í Homrum (Mest) Bárður Holm (GroAqua)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Annan hvítusunnudag var útigudstænasta hildin á Ovara vølli í Gundadali. Tað er vorðin siður eftirhondini at halda gudstænastuna úti henda dagin
Myndirnar tók Jens Kristian Vang
Sí eisini: Útigudstænasta í prestagarðinum í Kvívík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
17 umsóknir um filmstuðul komu inn til hetta næsta stuðulsumfarið í ár
Til næsta stuðulsumfarið í ár, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita stuðul til 11 filmsverkætlanir. Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 1.055.000 krónur.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg frá 2005 um stuðul til mentan og list v.m., við seinni broytingum og tilhoyrandi kunngerðum.
Við nýggju kunngerðini frá 6. januar 2025 um stuðul til film, er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttanina til film, og hetta er sostatt næsta stuðulsumfarið, síðani heimildin er flutt til Mentanargrunnin. Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.
17 umsóknir komu inn til næsta stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 2,7 milliónir krónur. Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 milliónir. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
Tey, sum hava fingið stuðul:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Ummæli av konsert í Býarbókasavninum á Mentanarnáttini í Havn fríggjakvøldið
Inni á okkara framúr Býarbókasavni, meðan sveigghurðarnar sveiggja og prát og flenn hoyrast úti á Áarvegnum, verði eg burtur í tónunum frá Kalas. Gloymi tíð og stað. Sveiggjandi hurðar og túnatos. Tað er Mentanarnátt í Tórshavn 2025.
Hesar fýra ungu, evnaríku kvinnurnar, sum hava blást luft aftur undir veingirnar á fólkatónleikin á føroyska tónleikapallinum, nema mínar hjartastreingir.
Døgg, Kristianna, Sigrið og Bjørt. Ein violin, ein akkordion, ein kontrabassur og ein cello.
Hesar kvinnurnar kennast væl og hava spælt tónleik saman, síðani tær fóru í 1. flokk í Kommunuskúlanum í Havn. Hetta merkist væl sum áhoyrari. Mátin tær stilla seg í mun til hvørja aðra, eygnabrá og kropsburður lýsa av tryggleika. Og spæligleði. í 2017 stovnaðu tær bólkin Kalas. Í februar 2025, kom teirra fyrsta útgáva, Minnisgripir, út.
Á bókahillini beint við síðuna av mær, har eg siti til konsertina, stendur bókin ‘Moby Dick’. Meðan eg siti har, hómi eg dramatisku søguna um Ishmael, sum fer umborð á eitt hvalaveiðuskip, og skiparin Ahab verður hugbundin av tankanum um at finna og drepa avgustin Moby Dick. Ein skaldsøga har havið gevur eitt samansett og fjølbroytt spæl í søguna.
Og so kemur framførslan frá Kalas við søguni um eina gamla slupp, har føroyingar keypa og selja romm. Bjørt fortelur søguna. Ljóðførini lata okkum merkja, at vit eru á havinum. Skipið rullar. Spakuliga. Í einum frískum loti. Eg eri umborð. Merki angan av sjóroki. Og brennivíni. Og so tann praktfulli tónleikurin. Ein lagnuløta. Havsins gáta. Og so byrjar veitslan.
Angelika Nielsen hevur gjørt lagið ‘Døgg og Sproti’. Eitt hjartanemandi lag, sum fær klumpin í hálsinum at vaksa. Lagið er gjørt til systkini, sum eru uppvaksin í Stóra Dímun. Eitt serligt huglag. Og ein serlig forteljing.
Hurðarnar sveigga. Fólk koma og fara. Børn í vognum og á lørum klappa. Hugna sær. Eg gevi mær ikki stórt far um tað. Nú kemur eitt lag til heiðurs fyri Kristian Blak, sum hevur verið ein stórur íblástur fyri ungu kvinnurnar; orsøkin til, at tær komu inn í fólkatónleikaheimin. Og vit siga takk fyri tað.
Samansetta lagið ‘Hemliga Polska/pavle de mie’, setti gongd í áhoyrarnar. Og fyri fyrstu ferð, hoyra vit tær syngja. Og tær syngja avbera væl. Lívgandi og livandi. Vónandi hoyra vit meira til sang teirra í framtíðini.
Stutta konsertin er endað. Eg rakni við aftur. Varnist fólk og heimin uttanfyri. Eg fari útum og spáki mær omaneftir Áarvegnum.
Eitt frískt lot smýgur sær oman eftir Havnará hetta mentanarkvøldið í Havn. Takk fyri tað, Kalas. Eg gleði meg at hoyra meira.
Svanna Jákupsdóttir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Var stovnari og heilin aftan fyri stílskapandi amerikanska bólkin The Beach Boys
Amerikanski tónleikarin Brian Wilson er deyður 82 ára gamal. Brian Wilson var stovnari og sangari og tónleikaligi heilin í stílskapandi bólkinum The Beach Boys.
- Tað er við knústum hjørtum, at vit mugu boða frá, at elskaði pápi okkara, Brian Wilson. Okkum manglar orð, boðaði familjan frá í dag.
Brian Wilson var bert 19 ára gamal, tá hann var við til at stovna The Beach Boys. Talan var nærmast um eina familjuverkætlan, tá bólkurin var stovnaður. Saman við sær hevði Brian Wilson tveir beiggjar, Carl og Dennis, umframt systkinabarnið Mike Love og skúlafelagan Al Jardine.
The Beach Boys hava givið út tilsamans 30 heildarútgávur og gjørt eina røð av konsertfilmum, síðan teir slóu ígjøgnum í 1961.
Útgávan “Pet Sounds” frá 1966 er teirra kendasta – Brian Wilson skrivaði og framleiddi so at siga alla útgávuna. “Pet Sounds” verður mett at vera eitt meistaraverk, og nógv halda, at hon er besta plátan, ið nakrantíð er útgivin.
Sum 1960-árini liðu byrjaðu limirnir í bólkinum at brúka eitt sindur ov nógv av rúsandi evnum og drekka ov nógv rúsdrekka, og tað gekk út yvir viðgongdina hjá bólkinum. Eitt av stóru hittunum hjá bólkinum “California Girls” skrivaði Wilson undir ávirkan av LSD, verður sagt.
Wilson hevur sagt, at sýra, sum tey kallaðu tað, gav honum møguleika fyri at “skilja hvat ein er, hvat ein kann og ikki kann”, skrivar The Guardian.
Rúsandi evnini verða eisini hildin at vera ein orsøk til, at Brian Wilson stríddist við sálarligum trupulleikum í nógv ár.
Ósemjurnar í bólkinum øktust og sambært miðlinum Variety, varð Wilson tveittur úr bólkinum av hinum limunum í 1982.
Tað eydnaðist Wilson at koma fyri seg aftur og fáa gongd á eina solokarrieru.
Í 2004 gav kom hann við útgávuni “Smile”, sum hann arbeiddi upp á í fleiri ár.
Í fjør avgjørdi ein amerikanskur dómari, at Brian skuldi setast undir verju vegna skerdar sálarligar førleikar. Tað var familja hansara, sum bað ein dómstól í Los Angeles um at seta hann undir verju. Hetta hendi eftir at kona hansara doyði.
Brian Wilson fekk tvey børn við fyrstu konu sýni, Marilyn, og fimm við aðru konuni, Melinda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Tað var væntað, at fólkatalið í Danmark fór at runda hetta vegamótið, nú íbúgvaratalið fyri mai skuldi kunngerast í dag
Danska íbúgvaratalið hevur nú rundað 6 milliónir. Tað boðar Danmarks Statistik frá týsdagin.
Íbúgvaratalið fyri mai er júst uppgjørt, og tað er nú 6.001.008 fólk, sum er tað hægsta nakrantíð, skriva danskir miðlar í morgun. Hetta er talið á fólki, sum hava eru skrásett at búgva í Danmark.
Tað var væntað, at talið fór at rundað hetta vegamótið, tí tá íbúgvaratalið seinast varð gjørt upp – tað var fyri apríl – manglaðu 333 í at náa tær seks milliónirnar.
Tað eru 42 ár síðan, at danska íbúgvaratalið rundaði fimm milliónir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Svenski umhvørvisaktivisturin, Greta Thunberg kom heimaftur til Svøríkis týskvøldið
Svenski umhvørvisaktivisturin, Greta Thunberg, og hini, sum vóru umborð á bátinum "Madleen" vóru rænd í altjóða sjógvi og flutt til Ísrael ímóti teirra vilja, segði Thunberg við journalistar, tá hon lendi á floghavnini í Paris seinnapartin týsdagin.
– Hetta er enn eitt tilvitað brot á rættindi, sum Ísrael hevur framt, segði hon sambært Ritzau.
Thunberg legði afturat, at hvørki hon ella hini umborð á bátinum høvdu brotið nakra lóg.
"Madleen" sigldi við neyðhjálp til Gaza, men báturin varð steðgaður av ísraelska herinum mánadagin.
12 aktivistar vóru umborð á "Madleen", og vórðu teir allir fluttir til Ísrael. Greta Thunberg var ein av fýra aktivistum sum sjálvboðið skrivaðu undir skjøl um útvísing úr Ísrael. Hini áttu valdu ikki at undirskriva.
Týsmorgunin varð 22 ára gamla Thunberg sett á eitt flogfar til franska høvuðsstaðin Paris, og haðani fleyg hon víðari heim til Svøríkis, har hon lendi týskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Eisini verður tað truplari hjá borgarum í sjey øðrum londum at fáa innferðarloyvi til USA – endamálið við banninum er at økja trygdina í USA, sigur amerikanski forsetin
Frá 9. juni at rokna sleppa ríkisborgarar úr 12 londum ikki at ferðast inn í USA.
Ein kunngerð, sum í farnu viku varð undirskrivað av amerikanska forsetanum, Donald Trump, kom í gildi mánamorgunin.
Tey 12 londini, sum eru rakt av innferðarbanninum eru Afganistan, Kongo, Eritrea, Haiti, Iran, Libya, Myanmar, Somalia, Sudan, Kjad, Jemen, og Ekvatorguinea.
Umframt hesi 12 lond eru innferðaravmarkingarnar fyri sjey onnur lond herd.
Tað verður framyvir truplari hjá ríkisborgarum úr Burundi, Kuba, Laos, Sierra Leone, Togo, Turkmenistan og Venesuela at fáa innferðarloyvi til USA, skrivar Ritzau.
Grundgevingin hjá amerikanska forsetanum er m.a., at hetta fer at økja trygdina í USA. Hann sigur eisini, at hesi lond hava eitt høgt tal av yvirgangsfólkum, og at tey ikki kunnu vátta samleikan hjá ferðandi.
Eisini brúkar Trump álopið í Boulder í Kolorado fyri góðari viku síðani, har en maður tveitti eina bensinbumbu móti mótmælisfólkum, sum stuðlaðu Ísrael. 12 fólk vórðu særd.
Brotsmaðurin var egyptari, sum var í USA ólógliga. Hansara ferðafólkavisum og arbeiðsloyvi var nevniliga útgingið. Egyptaland er tó ikki millum londini, sum eru rakt av innferðarbanninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
ST-stovnur hevur gjørt kanning, sum vísir á eina veruliga kreppu í fólkatalinum
Fleiri milliónir av heimsins íbúgvum megna ikki at fáa so nógv børn, sum tey ynskja.
Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari frágreiðing frá ST-stovnininum, UNFPA, sum arbeiðir við fólkasamanseting, skrivar dr.dk.
UNFPA spurdi 14.000 fólk í 14 londum um teirra ætlanir viðvíkjandi barnsburði. Ein út af fimm fólkum segði seg ikki hava fingið, ella væntar at fáa tað talið av børnum, sum viðkomandi hevði ynskt.
Av hesum eru tað 39 prosent, sum siga, at fíggjarligar avmarkingar hava ávirkað teirra evni at fáa tað ynskta talið av børnum.
Leiðarin av UNFPA, Natalia Kanem sigur, at heimurin er farin at uppliva eitt fall í barnsburðartalinum, sum ikki er upplivað fyrr.
- Tey flestu spurdu ynskja tvey børn ella fleiri. Føðitíttleikin minkar í stóran mun, tí at nógv kenna seg ikki før fyri at skapa tær familjur, tey ynskja. Og tað er tann veruliga kreppan, sigur Natalia Kanem.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Um ES ikki setur gongd á arbeiðið skjótt, ætlar hann sær at seta tað í verk í Fraklandi
Franski forsetin, Emmanuel Macron, vil banna sosialar miðlar fyri ung undir 15 ár í Fraklandi.
Frakland hevur, saman við Grikkalandi og Spania, roynt at leggja trýst á ES fyri at fáa avmarkingar á nýtslu av sosialum miðlum hjá ungum.
Macron sigur, at hann ætlar at seta í verk eitt forboð í Fraklandi, um ES ikki hevur sett gongd á arbeiðið innan fáar mánaðir.
Tað er møguligt, tí sosialu miðlarnir hava møguleika at vátta aldurin hjá ungum.
– Eg gevi okkum nakrar mánaðir til at fáa gongd á evropeiska arbeiðið. Annars fara vit at byrja í Fraklandi. Vit kunnu ikki bíða, sigur Macron við sjónvarpsrásina France 2, sambært Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Væntandi fara íløgur í norsku olju- og gassvinnuna at seta met í hesum árinum og fara síðani at lækka í 2026
Metingar vísa, at vinnan fer at gera íløgur fyri umleið 270 milliardir krónur í 2025 í mun til 254 milliardir krónur í farna ári. Ìløgurnar í 2026 eru mettar til umleið 207 milliardir.
Millum fyritøkurnar, sum standa fyri stórum parti av íløgunum, er Vaar Energi, hvørs størsti partaeigari er italska ENI. Felagið fer at góðkenna 14 nýggjar verkætlanir móti ársenda í ár, sum fevna um smærri olju- og gassfund, ið eru gjørd nærhendis verandi oljuleiðum í Norðsjónum. Hesar útbyggingar fara at vaksa munandi um framleiðsluna frá verandi framleiðsluleiðum.
Hóast hetta verður ikki roknað við, at nýggjar framleiðslur her fara at steðga minkingini í olju og gass framleiðsluni í 2026.
Altjóða orkustovnurin IEA hevur eisini gjørt sínar metingar av íløgum í olju og gassframleiðsluna og kemur til, at samlaðu íløgurnar í heiminum í olju og gass í 2025 fara at minka við 6 prosentum. Tað verður sostætt fyrsta árið eftir korona, at íløgurnar lækka. IEA sigur, at íløgur í nýggja reina orkutøkni fara at hækka tvífalt so nógv sum í fossila orku.
Ein orsøk til minkandi íløgurnar í fossila orku er eisini atgongdin til kapital. har støðan er tann, at alsamt fleiri peningafyritøkur velja íløgur í fossisla orku frá í mun til grønar orkuloysnir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Favorittarnir fingu trý stig eftir tógvið stríð og góðan hálvleik. Árni Frederiksberg javnaði við beinleiðis hornasparki, og fimm minuttir fyri leiklok skoraði Patrik Johannesen sítt fyrsta kappingarmál
Tað er ikki altíð langt frá hóttandi tapi til søtan sigur í fótbólti. Hetta sást á Tórsvølli mánakvøldið, har Føroyar í favorittleiklutinum høvdu tað ógvuliga tungt í umleið hálvan tíma í 1. hálvleiki.
Byrjanin var góð - Viljormur Davidsen rakti stongina - og løtuna fyri steðgin høvdu Føroyar fleiri fínar støður.
Tað var tó ikki fyrrenn eftir steðgin, at spælið fór at flóta, og tað var heilt nær við nakrar ferðir áðrenn málið.
Tað var hornaspark nummar níggju, sum eydnaðist framúr hjá Árna Frederiksberg: Tað fór beinleiðis í málið.
Fyrsta landsliðsmálið hjá vonginum, Føroyar á 1-1 og so var bara at fara eftir sigrinum.
Tað gjørdi liðið hjá Eyðuni Klakstein eisini,og fimm minuttir fyri leiklok bragdaði aftur. Innskiftu Hanus Sørensen og Jóan Símun Edmundsson høvdu verið nær við - serliga toftamaðurin. Nú vóru teir við í vælspældum máli: Jóan Símun út til Jóannes Kalsø Danielsen hart innfyri til Patrik Johannesen sum var á júst rætta staðnum og setti fótin á.
Málverjin fekk ikki hildið skotinum, og so var 2-1. Eftir hetta var eingin ivi. Føroyar vóru eisini nógv betri allan 2. hálvleik og taka trý stig. Hetta kundi man eisini væntað - tað er tó bara tað søtari, tí man var aftanfyri, og hetta var fyrsti heimadystur í eina tíð.
Sí allar myndirnar frá dystinum her
HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar 2-1 (0-1)
23' 0-1 James Scanlon
71' 1-1 Árni Frederiksberg
86' 2-1 Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen)
Føroyar (3-4-3/5-4-1): 23 Bárður á Reynatrøð - 2 Jóannes Kalsø Danielsen, 15 Odmar Færø, 16 Gunnar Vatnhamar, 5 Andrias Edmundsson (64' 13 Daniel Johansen) og 3 Viljormur Davidsen - 7 Árni Frederiksberg (74' 14 Jóan Símun Edmundsson), 6 Hallur Hansson (L), 8 Brandur Hendriksson (90' 22 Jákup Biskopstø Andreasen), 17 Adrian Justinussen (64' 20 Hanus Sørensen) - 9 Páll Klettskarð (64' 10 Patrik Johannesen)
Kroatia - Kekkia 5-1 (1-0)
Støðan í bólkinum
Kekkia 9 stig
Kroatia 6 stig
Montenegro 6 stig
Føroyar 3 stig
Gibraltar 0 stig
Kroatia hevur spælt tveir dystir, Montenegro og Føroyar tríggjar og Kekkia og Gibraltar 4 dystir
Komandi dystir:
05. september: Føroyar - Kroatia
08. september: Gibraltar - Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
KÍ-spælararnir skoraðu til ávikavist 1-1 og 2-1 í sigrinum móti Gibraltar
Árni Frederiksberg spældi mánadagin sín 15. A-landsdyst, og hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - á Tórsvølli og yvirhøvur.
Hetta var á ein hátt, sum so at siga bert Árni kann: Við beinleiðis hornsparki.
Árni Frederiksberg var nær við frammanundan og rakti sum heild ikki deyðbóltarnar so væl sum vant: Men tjúgu minuttir fyri leiklok bragdaði (Myndir: Sverri Egholm)
Patrik Johannesen kom í 65. minutti á vøllin inn til sín A-landsdyst nummar 26. Tvøramaðurin skoraði einsamalla málið í einum venjingardysti móti Liktenstein í 2022 - í dag skoraði áleyparin sigursmálið.
Hann setti fótin á eftir ógvuliga gott uppspæl, og so var stórur føroyskur fagnaður. Patrik er í gongd við eitt frálíkt kappingarár.
Patrik Johannesen avgjørdi dystin eftir 85 minuttir - og eftir gott, hart innlegg frá Jóannes Kalsø Danielsen (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini samrøðurnar, sum gjørdar vórðu eftir dystin:
Árni Frederiksberg: - Tað er nakað serligt at skora og vinna fyri Føroyar
Hanus Sørensen: - Eg kom flúgvandi inn í skiftirúmið...
Eyðun Klakkstein: - Góð innhopp hjá Jóan Símuni og hinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Estland kom á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men framúr hugburður og føroyskt trýst góvu úrslit: Jóhan Josephsen javnaði og í yvirtíðini avgjørdi Áki Samuelsen við brotssparki
Í sínum fyrsta dysti saman, og við bert tveimum spælarum sum áður hava spælt U21-fótbólt, fingu Føroyar eina frálíka byrjan uppá EM-undankappingina leygardagin.
Tað var málleyst í steðginum í Klaksvík eftir ein javnan fyrra hávleik. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik revsaðu gestirnir og Rommi Siht Føroyar, men so tók heimaliðið av álvara yvir.
Í 72. minutti var tað Jóhan Josephsen, sum revsaði estiska málverjan. B68-áleyparin var ágangandi og síðani ísakaldur í sínum heimbýi.
Eftir hetta fóru Føroyar veruliga eftir sigrinum. Nýggi venjarin, Ólavur Mikkelsen, skifti Aron Benjaminsen inn, og hetta var ein heilt røtt innskifting. Høgri vongurin úr Kristiansand, við Skála sum barndómsfelagi, bjóðaði ofta av, og í yvirtíðini vann hann brotsspark eftir flottar driblingar.
Øll hildu ondini, meðan ein annar spælari í norskum fótbólti, helt høvdið kalt. Liðformaðurin, Áki Samuelsen, skoraði trygt til 2-1, og so var stórur fagnaður - og avgjørt við Djúpumýru.
Stutt frammundan høvdu Føroyar havt tveir stórar møguleikar at avgerða, og talan var sum heild um uppibornan sigur til stríðsfúsu og snildu føroyingarnar.
Nógvir spælarar spældu ógvuliga væl, sum dysturin leið, og kanska serliga Árni Nóa Atlason skaraði framúr á sentrala miðvøllinum.
Hoyr ljósamrøðu við malskjúttarnar her
Tað var tó eitt satt liðavrik. Ólavur Mikkelsen og hansara toymi byrjaðu ógvuliga væl - næstu uppgávurnar hjá U21 vera í september á útivølli í Íslandi og Luksemborg.
U21 undankapping til EM 2027, 1. umfar
Við Djúpumýru, leygardagin 7. juni
Føroyar - Estland 2-1 (0-0)
51' 0-1 Rommi Siht
72' 1-1 Jóhan Josephsen
90+2' 2-1 Áki Samuelsen, brotsspark
Føroyar (4-5-1): 1. Hans Jákup Arngrímsson - 2. Bjarti Thorleifsson (74' 17. Aron Benjaminsen), 3. Ingi Arngrímsson, 5. Jákup Norðoy Vilhelmsen, 20. Virgar Jónsson - 8. Dávid Biskopstø Andreasen, 6. Mattias Hellisdal, 15. Árni Nóa Atlason - 18. Hanus Højgaard, 9. Jóhan Josephsen, 10. Áki Samuelsen (L)
Hoyr ljóðsamrøðu: Brøður spældu sín fyrsta U21-landsdyst saman
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2025
Skiftið er nú endaliga staðfest. - Eg ætli at flyta til Klaksvíkar, tí eg ynski at fáa hetta inn undir húðina, venja mest møguligt, og geva alt tað sum eg eigi í strembanini eftir spælitíð, sigur Gilli Rólantsson
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttafelag kundi týsdagin staðfesta, at sáttmáli er gjørdur fyri restina av 2025 millum KÍ og fyrrverandi landsliðsspælaran, Gilla Rólantsson Sørensen.
- Venjarin vísir á, at tað er upp til leikaran sjálvan at prógva seg í tíðarskeiðinum, og um báðir partar fáa fruktagott samstarv, so kann sáttmálin leingjast.
Magnus Powell staðfestir, at KÍ hevur havt frágongd av tveimum miðverjum síðani kappingarbyrjan, og tí er tøvur á at styrkja um kappingina á hesum økinum. Harafturat kann Gilli eisini spæla á øðrum plássum, og hendan undirskriftin kann tí geva góðar møguleikar, staðfestir sviin.
Spælarin sjálvur gleðir seg at arbeiða saman við restina av hópinum - í einari sterkari ítróttamentan og í einum góðum venjingarumhvørvi.
- Eitt slíkt venjingarumhvørvið dregur meg, tí mær dámar at venja á høgum støði, og geva meg fult út til hvørja einastu venjing. Eg ætli eisini at flyta til Klaksvíkar, tí eg ynski at fáa hetta inn undir húðina, venja mest møguligt, og geva alt tað sum eg eigi í strembanini eftir spælitíð, sigur Gilli við ki.fo.
Spælarin við 65 A-landsdystum heldur, at hetta er eitt perfekt "match" fyri hann. Magnus Powell og KÍ vísa eisini á altjóða royndirnar hjá 32-ára gamla tvøramanninum, sum áður hevur spælt í Eliteseriuni og Superliguni.
Seinastu 18-mánaðirnar hevur Gilli Rólantsson Sørensen spælt við barndómsfelagnum, men nú er hetta samstarvið endað. Í seinnu hálvu av 2025 er Gilli KÍ-spælari. Hann og Daniel Johansen eru tøkir á spæla frá 16. juni og úteftir.
Magnus Powell, venjari, sigur, at roknast kann við fleiri leikaratilgongdum í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Týðandi sigur hjá klaksvíkskvinnum við Løkin annan hvítusunnudag, har tað endaði 1-2. Nú eru liðini púra jøvn í stigum, og HB er beint í hølunum. Lisa Haraldsen skoraði fimm mál fyri HB á Skála - FC Hoyvík fekk sín fyrsta sigur í ár
NSÍ vann fyrr í ár í Klaksvík, og HB hevur eisini koppað KÍ. Men nú er púra javnt aftur í FM-stríðnum millum liðini, sum seinastu árini hava stríðst um FM.
HB vann á NSÍ stutt fyri landsliðssteðgin, og nú beint eftir landsliðssteðgin sigraði KÍ við Løkin.
Durita Hummeland og Tóra Mohr skoraðu báðar stutt fyri steðgin. Síðani hevði KÍ sum heild gott tamarhald á, til NSÍ vann bóltin í 72. minutti, og ársins spælari fyri mai, Heidi Sevda,l smekkaði hann í netið.
Føroyameistararnir royndu at trýsta, men tað endaði 1-2, og harvið hava KÍ og NSÍ nú bæði 27 stig fyri 11 dystir.
HB vann á Skála, har Lisa Haraldsen veruliga var í hopla við fimm málum. Harvið er HB heilt væl við í FM-stríðnum eisini.
FC Hoyvík fekk í dag ársins fyrsta sigur tá liðið vendi 0-1 til 2-1 móti 07 Vestur.
Betri deildin kvinnur
11. umfar, mánadagin 9. juni
FC Hoyvík - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26' 0-1 Sissal Haraldsen
44' 1-1 Ragnhild Magnusson
90+' 2-1 Ragnhild Magnusson
Skála ÍF - HB 0-6 (0-2)
05' 0-1 Lisa Haraldsen
11' 0-2 Lisa Haraldsen
51' 0-3 Lisa Haraldsen
61' 0-4 Lisa Haraldsen
82' 0-5 Lisa Haraldsen
90+1' 0-6 Lý Djurhuus
NSÍ - KÍ 1-2 (0-2)
31' 0-1 Durita Hummeland
38' 0-2 Tóra Mohr
72' 1-2 Heidi Sevdal
B36 - Víkingur 0-6 (0-2)
07' 0-1 Jensa Tórolvsdóttir
16' 0-2 Eydna Dalheim
64' 0-3 Sára Justinussen
72' 0-4 Hanna Højgaard
78' 0-5 Eydna Dalheim
79' 0-6 Hanna Højgaard
Støðan
NSÍ 27 stig
KÍ 27 stig
HB 25 stig
Víkingur 22 stig
B36 12 stig
Skála ÍF 7 stig
07 Vestur 7 stig
FC Hoyvík 3 stig
Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 12: HB - FC Hoyvík
Sunnudagin kl. 13: Víkingur - NSÍ
Sunnudagin kl. 14: 07 Vestur - B36
Sunnudagin kl. 15: KÍ - Skála ÍF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Emma Ljungdahl hevur drúgvar royndir frá næstbestu deildini í heimlandinum. Flytir nú saman við unnustanum, sum er fysioterapeutur hjá KÍ-monnunum
Hon hevur spælt við Østersund IF, ið næstbestu kvinnudeildini í Svøríki, men hevur verið uttanfyri við einum skaða seinastu tíðina.
KÍ kvinnurnar hava styrkt seg við einum leikara afturat. Tað er unnusdan hjá Lucasi Lund, fysioterapeuti hjá hjá besta mansliðnum hjá KÍ.
Emma Ljungdahl hevur drúgvar royndir í næstbestu deildini í Svøríki, har hon hevur leikt sum miðverji og á báðum bakkplássunum.
- Tað er avgjørt ein góður leikari, ið vit hava fingið inn á liðið. Hon er júst byrjað at venja aftur, eftir drúgvan skaða, og tí skal hon sjálvandi hava tíð at koma heilt fyri seg aftur. Tað er enn ikki greitt, hvussu vit koma at brúka hana, og hvussu skjótt tað verður, men tað er einki at ivast í, at hon hevur sterkan mentalitet, rutinu og góðar leiðslueginleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ-kvinnunum, Allan Drost, við heimasíðuna hjá KÍ.
- Hetta var ein møguleiki, ið stakk seg upp, av tí at fysioterapeuturin á besta mansliðnum og Emma eru par, og hon hevur valt at flyta til Klaksvík. Tað halda vit er spennandi og við hennara eginleikum, kann hon avgjørt styrkja um liðið.
Allan Drost vísur á, at tey alla tíðina hyggja eftir hvussu tey kunnu styrkja KÍ liðið best møguligt. Men í løtuni hevur KÍ ein sera sterkan hóp, sum hann er sera væl nøgdur við, og tí eru ongar ætlanir um at fáa fleiri leikarar inn í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Lutakast hevur verið í sambandi við EM undankappingarnar hjá U17- og U19-landsliðunum við gentum, sum verða í heyst – U19-genturnar komu í bólk við Spania, Týskland og Belgia, meðan U17-genturnar endaðu í bólki við Íslandi og Slovenia
Í bólk A2, saman við trimum risum í altjóða fótbólti: Spania, Týsklandi og Belgia.
Soleiðis sá lutakastið út, tá finnast skuldi fram til, hvørjum føroysku U19 fótbóltsgenturnar skulu spæla ímóti í EM undankappingini, sum er á skránni í heyst.
Týskland verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld frá 26. november til 2. desember.
Fyri U17 genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6 saman við Íslandi og Slovenia.
Kappingin verður í Catez í Slovenia frá 5. til 8. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2025 sum verður í Litava í juli
Tríggir dystir eru á skránni, tá U17 landsliðnum við gentum seinni í mánaðinum fer til Litava, har Baltic Cup 2025 er á skránni.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Fannhardi Skoradal, hevur Eyðvør úttikið 18 spælarar til kappingina í Litava, sum verður spæld frá 2. til 7. juli.
Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 30. juni, og verður heima aftur týsdagin 8. juli.
Dystaskráin
2. juli Lettland – Føroyar
4. juli Føroyar – Estland
7. juli Litava – Føroyar
Hópurin
Lilja Debess av Teigum, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Ragnhild Magnusson, FC Hoyvík
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Hentze Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Klára Døgg Edvardsdóttir, Skála
Anna Katrina Poulsen, Skála
Lív Pálsdóttir, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Avgerandi dysturin hjá Hákuni og Füchse Berlin var tungur, men út á 2. hálvleik tók høvuðsstaðarfelagið yvir, og vann Bundesliguna á fyrsta sinni. Hetta vikuskiftið er Final Four á skránni
Magdeburg gjørdi sítt, og í steðginum í øllum dystunum í 34. umfari sá tað út til, at teir fóru at endurvinna týska meistaraheitið.
Men í Mannheim treiskaðist Füchse Berlin. Rhein-Neckar Löwen var betri allan 1. hálvleik. David Späth stóð væl fyrstu løtuna í málinum, og í álopinum gekk Juri Knorr á odda. Í sínum seinasta dysti áðrenn skifti til Aalborg var týski profilurin framúrskarandi, og Füchse-verjan var veik í fyrra hálvleiki.
Støðan var 20-17 í steðginum, men eftir 42 minuttir var 26-27. Füchse Berlin fekk sítt spæl at glíða, og økti so líðandi.
Hákun West av Teigum fekk ongan bólt fyri steðgin. Tíðliga í seinna hálvleiki fór hann úr ógvuliga spískum, men Späth bjargaði. Tað gjørdi hann eisini nakrar minuttir seinni, tá føryski høgri vongurin hevði betri fyritreytir.
Hákun West av Teigum hevur havt eitt flott kappingarár í Týsklandi (Savnsmynd: EPA)
Harvið tveir brendir møguleikar hjá føroyinginum, sum síðani varð skiftur út. Ikki ein góður seinasti landskappingardystur hjá 23-ára gamla, men Hákun hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár, og er nú fyrsti føroyski Bundesliga-meistari.
Tað endaði 38-33 til Füchse, sum nú er týskur meistari fyri fyrstu ferð. Stórt avrik og hetta hevur ein føroyskur landsliðsprofilur verið partur av.
Hetta vikuskifti skal Füchse Berlin royna at vinna Champions League eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Hondbóltsmenninir eru bjóðaðir til virda EM-fyrireikingarkapping í Tróndheimi í vetur
Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið í hondbólti í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktober/november, tá manslandsliðið verður við í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noregi.
Hesum boðaði hondbóltssambandið frá hósdagin, hóast tað er ein tíð síðan, vit her á Roysni kundu fortelja, at henda innbjóðing var á veg.
Talan er virda kapping, sum vanliga verður kastað nógv ljós á. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnur og menn, har Danmark, Noreg og Niðurlond luttaka fast, og so ein fjórða tjóð innboðin. Í ár hava Føroyar fingið hesa innbjóðing, og koma at spæla Spektrum í Tróndheimi í døgunum 30. oktober til 2. november.
Mark Lausen Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir til luttøkuna, at talan er um ein góðan møguleika hjá Føroyum, har okkara menn sleppa at royna seg móti nøkrum av teimum allarbestu landsliðunum áðrenn EM-endaspælið. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá venjarunum at royna leikarar og hópin í mun til venjingarstøðu og úttøkuna, sum verður í januar.
Atgongumerkini til Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi, koma til sølu 19. juni kl. 11. Leinkja verður løgd á heimasíðuna hjá HSF.
Manslandsliðið fer eisini at spæla tveir venjingardystir í januar áðrenn fráferðina til Oslo. Hesir verða móti Italia á heimavølli við Tjarnir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Atgongumerki til dystirnar í Trier – og í Dortmund, um Føroyar koma víðari – vórðu sett til sølu í vikuni
Nú ber til at ogna sær atgongumerkjapakkar til HM-dystirnar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum skal spæla HM-endaspæl í Trier í Týsklandi í november.
Hondbóltssambandið upplýsti mikudagin, at fyri at sita saman við føroyingunum, skulu atgongumerkini keypast gjøgnum hesa leinkjuna:
https://www.eventim.de/.../ihf-frauen-wm-2025-faroeer.../...
Teir tríggir innleiðandi dystirnir í Trier verða spældir soleiðis:
Mikudagin 26. november Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november Føroyar - Paraguay
Føroysku atgongumerkini verða seld í trimum ymsum bólkum: Kategori 2 fyri 79 evrur (Bólkur I), Kategori 3 fyri 69 evrur (Bólkur H blátt) og Kategori 4 fyri 49 evrur (Bólkur H lilla).
Um Føroyar gerast millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin víðari til meginumfarið í Dortmund. Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld.
Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið nú eisini, sigur hondbóltssambandið. Hesi atgongumerkini kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið. Atgongumerkini kunnu keypast ígjøgnum somu leinkju, sum til innleiðandi umfarið.
Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum: Kategori 3 fyri 99 evrur (bólkur 317), Kategori 4 fyri 69 evrur (bólkur 318) og Kategori 5 fyri 49 evrur (bólkur 319).
Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í s´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á, sigur hondbóltssambandið.
Atlantic Airways skipar fyri beinleiðis flogferð til Trier 24. november. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 krónur. Talan er um einvegis ferð til Trier. Hesir flogferðaseðlarnir koma til sølu seinnapartin í dag, mikudagin 11. juni. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til, og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, mugu fjepparar sjálvir skipa sína heimferð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2025
Leygardagin verður spælt í Vestmanna og sunnudagin við Streymin. Talan er um fyrireikingardystir til komandi EM-endaspølini í summar
Í dag og í morgin ávikavist klokkan 14 og 16 báðar dagarnar, vera U17- og U19-kvinnulandsdystir í hondbólti millum Føroyar og Ísland.
Leygardagin verður spælt í Vestmanna og sunnudagin við Streymin. Hesar eru úttiknir til dystirnar.
U19-kvinnur:
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71
U17-kvinnur:
Málverjar:
Lý Haraldsdóttir, EB
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin
Mai Olivia Høgnadóttir, Stjørnan
Femja Soll, Kyndil
Útileikarar:
Fríða Eysturtún Rubeksen, H71
Martha Rógvadóttir Thorsen, VÍF
Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Karin Durhuus, Sine
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Lilja Skaalum Vilhelm, H71
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, Oure
Ásalea Ellefsen, Neistin
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Lív Berg á Lag, H71
Halla Haldansen, VÍF
Herdis Højgaard Petersen, Kyndil
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Meta av Fløtum, Neistin
Vár Leo Mortansdóttir, Kies
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil
Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 EM verður leikt dagarnar 9. til 20. juli og U17 frá 30. juli til 10. august.
Venjingardystirnir millum Føroyar og Ísland kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Talan er um venjingardystir hjá U17- og U19-landsliðnum
Hetta vikuskiftið fara U17- og U19-kvinnulandsliðini í hondbólti at spæla vinardystir móti Íslandi.
Dystirnir verða ávikavist klokkan 14 og 16 báðar dagarnar. Í dag verður spælt í Vestmanna, og sunnudagin við Streymin, og dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
EM fyri U19-landslið verður leikt frá 9. til 20. juli, og EM fyri U17 verður leikt frá 30. juli til 10. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2025
Royndi serbin skal verja málið hjá Team Klaksvík, og eisini vera málmansmennari fyri ungdómin í Klaksvík. Aðrir spælarar fara eisini úr VÍF
Team Klaksvík kunngjørdi í vikuni eina "stóra undirskrift" til næsta kappingarár.
36-ára gamli Mladen Mjeimacka hevur seinastu mongu árini verið ein stórur profilur í føroyskum hondbólti. Serbin hevur verið við at vunnið fleiri steyp - í Vestmanna og okkurt í høvuðsstaðnum - og hevur eisini fingið heiðurin ársins málverji nakrar ferðir.
Kappingarárið 2025/2026 skal hann spæla við Team Klaksvík, sum endaði aftast síðsta kappingár.
Mladen fer heilt víst at gera stóran mun í felagnum. Afturat tí at hann skal verja málið hjá Team Klaksvík, skal royndi maðurin vera málmansmennari fyri ungdómin í Klaksvík.
Mladen Mjerimacka fór til Vestmanna at spæla í 2016 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Einu tíðina var hann málverjuvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Nú er hann málverjumennari hjá HSF og venjari á ungdómslandsliði (Mynd: Sverri Egholm)
Dánjal Ragnarsson er farin úr VÍF - aftur til Neistan - og sum skilst fara aðrir eisini úr felagnum. Millum annað hoyrist at nakrir av yngru spælarum fara at royna seg aðrastaðni.
Team Klaksvík kunngjørdi annars mánakvøldið, at Jens Pauli Poulsen heldur fram sum profilur á liðnum og sum ungdómsvenjari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
31-ára gamli havnarmaðurin hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum
- Eftir seinasta aðalfundin hjá Stjørnuni, fór nevndin beinanvegin í gongd við at fyrireika komandi kappingarár. Ein stór uppgáva, sum greiða skuldi fáast á, var venjaraspuningin hjá bæði teimum vaksnu og teimum yngru. Nevndin boðar nú frá, at tey eru komin á mál við venjarspurninginum.
Soleiðis skrivar Norðlýsið í sambandi við at Stjørnan millum annað hevur sett venjara til fremsta liðið.
Talan er um 31-gamla havnamannin, Terja Mørk.
- Hóast Terji ikki áður hevur vant bestu deildina, so hevur hann drúgvar royndir sum venjari hjá Neistanum, m.a. hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mannsliðnum. Eisini hevur hann verið landsliðsvenjari hjá U17 drongjum. Terji kemur frá eini kendari hondbóltsfamilju, pápin, Jógvan Martin Mørk, var ein ímynd av besta mannsliðnum hjá Neistanum í 70´unum og 80´unum, og leikti hann eisini á føroyska landsliðnum. Systkini hjá Terja hava eisini verið millum bestu hondbóltsleikarar í landinum.
Í sambandi við ungdómsarbeiði hevur Stjørnan gjørt avtalu við 23 gamla danan Carl Vej. Norðlýsið skrivar, at hann skal hava høvuðsábyrgdina av gentum 10, gentum 12 og gentum 14, umframt at hjálpa til við venjingumum hjá hinum yngru liðunum. Eisini kemur hann at virka sum hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum.
Eisini er avtalað gjørd við vældámda vestmenningin Sámal Jákup Djurhuus um, at hann verður høvuðsvenjari hjá gentum 14 og gentum 16. Umframt Carl og Sámal Jákup, so verða fleiri av leikarunum á besta kvinnuliðnum knýttir at venjingunum hjá yngru liðunum.
Stjørnan boðar eisini frá, at felagið fer at hava tilboð til tey yngstu (Trille-Trolle) og "5 a side" fyri tey eldru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Málverjin og bakkurin hava báðar gjørt tvey-ára sáttmála - tær hava verið profilar hjá Kyndli
EB hevur fyri kortum kunngjørt styrk til næsta kappingarár. Talan er um tvær av teimum, sum hava verið lyklaspælarar á Kyndilsliðnum seinastu árini.
Serliga hevur Jovana Stranjanac verið ein múrur í málinum til tíðir. Serbiski málverjin hevur ofta vunnið heiðurin sum ársins málverji.
Jovana Stranjanac fegnast í steypafinaluni, sum Kyndil vann á Neistanum í februar (Mynd: Sverri Egholm)
Nadja Pejovic er ein hart-skjótandi bakkur, sum eisini er stinn í verjuni. Bæði hon og Jovana eiga nógv gullheiðursmerki. Umframt Kyndil, hava tær eisini spælt við Neistanum.
Geir Wardum er venjari hjá EB og hevur áður verið venjari hjá Jovanu og Nadju.
Tær fara at gera stóran mun á liðnum, sum endaði næstaftast í grundspælinum við sjey stigum júst farna kappingarár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Føroysku U17-dreingirnir taptu fyrst móti Týsklandi, ið vann kappingina, og fingu síðani oyruni í maskinuna móti sterku sveisarunum. Samanlagt bert 40 mál tveir teir seinastu dystirnar - nógv er at læra í slíkari kapping
Føroysku dreingirnir fingu eina flotta byrjan í nýggju Nordic Open kappingini á heimavølli. Tað kundi - og átti helst - endað við sigri í føroyska bryjanardystinum í Bylgjuni, men íslendingar vunnu 29-28.
Sí eisini: Føroyar við flottum avriki móti Íslandi
Føroyski toppskjúttin - hetta kvøldið og í kappingini - Boas Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: AVA Photography/HSF)
Í U16-høpi í fjør taptu Føroyar greitt fyri íslendingum, so her vóru framstig at hóma.
Tað vóru eisini góðar løtur móti týskarunum við Tjarnir leygarkvøldið, men tungu og kropsliga sterku týskararnir vóru omaná allan vegin og vunnu 27-21.
Micah Wardum Ragnarsson var stinnur í føroyska málinum móti Týsklandi og Íslandi - hóast tap móti sterkum tjóðum fóru ikki so nógv mál inn hesar fyrstu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Føroyar - Týskland (U17)
Týskland vann eisini sjálva kappingina, men tað var tætt. Sveis í fyrsta umfari á týskarunum, og á 3. degnum tyktust føroyingar mest merktir av tøttu dystarskránnu og taptu stórt móti Sveis.
Harvið trý tap á heimavølli og heldur fá mál móti Týsklandi og Sveis. Tó eisini fleiri glottar og sum lutfalsliga nýtt lið og ungir spælarar, fær man nógv burturúr at spæla dystir við slíkum stigi.
Hetta var fyrstu ferð, at hendan ungdómskappingin varð hildin. Næsta ár skulu spælarar í hesum árgangunum spæla EM-endaspæl fyri U18-landslið.
Nordic Open 2025
1. Týskland 4 stig
2. Sveis 4 stig
3. Ísland 4 stig
4. Føroyar 0 stig
Úrslitini hjá Føroyum:
Fríggjadagin: Føroyar - Ísland 28-29
Leygardagin: Føroyar - Týskland 21-26
Sunnudagin: Føroyar - Sveis 19-31
Týskarar kundu lyfta steypið við Tjarnir eftir sigurin á Íslandi (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi farna vikuskiftið tveir Silver League dystir Inni í Dal í Sandoynni
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti tapti sunnudag 3-0 móti Eysturríki í dysti í Silvurliguni, sum varð leiktur á Sandi.
Settini endaðu 13-25, 9-25 og 22-25 til eysturríksku gestirnar.
Hetta vikuskifti spæla Føroyar triðja og seinasta umfariið í Silvurliguni í Luksemborg. Dystirnir verða móti Íslandi í dag og móti vertunum, Luksemborg í morgin.
Sí myndirnar, sum Jens Kristian Vang tók í dystinum móti Eysturríki
Les eisini um dystin millum Føroyar og Norðurmakedonia: Taptu 3-0 fyri Norðurmakedonia - iðra seg um spiltan møguleika
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2025
Kappingin verður við flúgvarabedingina í Vágum
Ríðibreytin hjá Vága Ríðingarfelag við flúgvarabedingin verður pallur fyri fyrstu FM kappingina í kappríðingina í ár.
Kappingin verður í dag klokkan 15, og kappast verður sum vant í fimm greinum – skeið, tølt, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
Undan fyrstu kappingina er altíð spenningur um, hvørji ross vera við hesa ferð. Stórar broytingar hava verið seinastu árini, serliga í tvíspor vaksin, har eitt ættarliðsskifti hevur verið, og ung reiðfólk hava tikið yvir frá teimum meira tilkomnu.
Seinastu tvey árini hava tvær heilt ungar kvinnur vunnið FM í hesum bólkinum, og nú verður spennandi, um onkur av teimum meira vaksnu klára at svara aftur, ella um tey ungu ætla sær at halda fast um sigursgongdina.
í 2023 vann Ása Bárðardóttir FM og í 2024 var tað Silja G. Eystberg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2025
Føroyska oyggjaleikalandsliðið í landavegssúkkling var við í trimum kappingum í Jútlandi sum fyrireiking til oyggjaleikirnar
Eftir stóru at stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2025 endaði sunnudagin, vóru bestu føroysku súkklararnir longu á hvítusunnu aftur í kapping, hesaferð í Danmark.
Á føroyska landsliðnum í vegsúkkling eru í ár bert tríggir súkklarar. Ein kvinna og tveir menn. Súsanna Skylv skal umboða Føroyar á Orknoyggjum, og tað skulu Niklas Hallgren Niclassen og Pauli Poulsen eisini.
Gull og silvur til Skylv
Leygardagin kappaðust føroysku súkklararnir í Horsens. Kappingin byrjaði gott, tá tað bleiv til ein sigur til Føroyar. Súsanna Skylv vann kappingina í næststerkasta bólki hjá kvinnum.
Súsanna og hennara kappingarneytar skuldu koyra 90 kilometrar áðrenn vinnarin varð funnin. Tað var spennandi, og tað var tætt millum fremstu súkklararnar. Tað bleiv til ein endaspurt millum fimm kvinnur. Endaspurtin vann Súsanna.
Onnur kapping hjá føroysku landsliðssúkklarunum var í Hobro. Sunnudagin gekk aftur gott hjá Súsonnu. Hon vann silvur, tá hon kom á mál sentimetrar aftan fyri vinnaran.
Pauli fekk somuleiðis eitt gott úrslit í Hobro. Eisini her var tætt millum teir fremstu. Eitt stórt felt kappaðist um fremstu plássini.
- Tað endaði við einum langum spurti. Málið var í einari brekku, og spurturin var umleið 500 metrar. Aftan á góðar 200 metrar skuldu vit venda, og síðan halda fram teir seinastu umleið 350 metrarnar. Var fremst til tað bert manglaði góðar 70 metrar. Bólkurin nærkaðist, og tað endaði við, at eg bleiv yvirhálaður á strikuni, segði ein vælnøgdur Pauli eftir annaðplássið sunnudagin.
Pauli Poulsen endaï sum nummar trý í samlaðu kappingini
Aftur á sigurspallin
Annan hvítusunnudag megnaði Pauli aftur at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum. Jútland var karmur um tær tríggjar kappingarnar, sum kallast Campione Pinse Cup 2025. Mádagin bleiv kappast í Randers.
Pauli gjørdist nummar tvey, og samanlagt bleiv tað til eitt 3. pláss.
- Aftur í dag var kenslan góð. Tað føldist gott hjá mær at sita í einum stórum bólki. Mánadagin koyrdu vit 72 kilometrar. Tíðliga í kappingini var eg við í einum útbroti. Vit arbeiddu væl saman, og vit fingu tí lagt rúm aftur til feltið. Her sótu millum annað teir súkklarar, ið lógu frammarlaga í samlaðu kappingini, segði ein vælnøgdur Pauli eftir tær tríggjar kappingarnar.
Góða úrslitið hjá Paula hevði við sær, at hann hann rykti ein bólk upp.
Minni gott gekk hjá Súsonnu í hesi kappingini. Eftir gull í fyrstu, og silvur í aðru etapu, mátti hon ein túr í asfaltið mánadagin. Súkklan fekk ein snudd, men til alla lukku ikki súkklarin.
Landsliðsvenjarin nøgdur
Torkil Veyhe var væl nøgdur eftir kappingarnar á hvítusunnu. Torkil er settur landsliðsvenjari fram til 2027, tá oyggjaleikir verða í Føroyum.
Hann sigur soleiðis um avrikið:
- Eri væl nøgdur við úrslitini. Úrslitið er absolutt góðkent. Hetta er ein góð fyrireiking, nú tað stundar til oyggjaleikir. Tað sær út til at formurin hjá øllum er uppgangandi, sum er gott tekin, nú tað bert eru góðar fýra vikur til føroyski hópurin av álvara skal í eldin, segði Torkil eftir at triðja og seinasta kappingin var av.
Føroysku fjallasúkklararnir hava fyri kortum verið uttanlands og kappast. Tað eru Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen, ið skulu umboða Føroyar á Orknoyggjum.
Í næstum skulu føroysku triathletarnir eisini í eldin. Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson manna føroyska triathlonlandsliðið. Tað er um smáar tvær vikur, at Magni og Bergtór skulu av landinum at kappast. Kappingin verður í Jels, og skulu føroysku atletarnir tá svimja 1 kilometur, súkkla 44 og síðan renna 10 kilometrar. Kappingin somuleiðis ein liður í fyrireikingunum til leikirnar á Orknoyggjum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald