

Leygardagur 17. mai 2025 | Nr. 20 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 12
SíÐa 38
SíÐa 42
SíÐa 46
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Skjóttarbeiðandi serfrøðingarnir í tunnilsspurningunum hava nú svarað, og løgmaður hevur sent niðurstøðurnar til tingfólkini, sum mánadagin skulu taka støðu til uppskotið um Suðuroyartunnilin.
Neyvan nakar ivi er um, at tað verður samtykt, at farast skal undir neyðuga forarbeiði við tunnlinum, so arbeiðið kann gerast klárt til útbjóðingar, og vit og tingfólk harvið fáa eina meting av hvussu nógvar milliardir suðuroyarsambandið fer at kosta.
Tíbetur bendir alt á, at upprunaliga øðrvitisprojektið viðvíkjandi linjuføringini er slept.
Tíbetur síggja ætlanir um at leggja vegin uppi á Traðarhamri út til at vera sleptar med alla. Og tað er gott. Men enn tykist kortini vandi vera fyri, at tankarnir um at oyðileggja fagra lendið vil Lítlavatn og Stóravatn suður móti Skarvanesi, ikki at vera heilt sleptir.
Nú ljóðar, at umhugsað verður at leiða ferðsluna gjøgnum ein tunnil undir Traðarhamri ístaðin.
Altso er framvegis ætlanin at komandi sambandið til Suðuroyar skal vera við til at tryggja vaksandi ferðsluna til og úr Skálavík. Hetta er ikki rímiligt og gevur ikki meining.
Tí loysnin við tunnilsmunna norðan fyri Sandsbygd er og verður tann skilabesta – fyri brúkararnar. Og atlitið til brúkararnar – fólkið – eigur og skal vera fremsta atlitið í slíkum almennum skattafíggjaðum verkætlanum.
Fyri leikfólk, uttan kunnleika til staklutirnar í nýggjastu kanningini, ljóðar tað skilagott, at Skúvoyggin verður tikin við í tunnilsverkætlanina. Fyri trygdina – vit fáa tveir ikki so langar tunnlar í staðin fyri ein langan – og fyri skúvoyingar og fyri Skúvoynna, sum harvið verður inkluderað sum partur av restini av landinum. Og harvið verður tann oyggin tryggjað eina framtíð. Tað skal eisini telja við í kost-nyttu-metingunum.
Spurningurin er sjálvandi hvussu stórt inntrivið verður, um tvær tunnilsboringar skulu gerast á eini so lutfalsliga lítlari oyggj. Inntrivini í náttúruna verða stór og ógvuslig, í hvussu so er meðan arbeiðið fer fram. Spurningurin er so um náttúrulóggáva og friðingarmyndugleikar vilja loyva tí.
Verður tað ikki loyvt, verður tað deyðadómurin fyri oynna sum búseting. Tað er spell fyri fólkið og mentanina, sum har býr. Men gott fyri fuglalívið og náttúruna annars. Her er nøkur týðandi val, ið skulu takast.
Vit bíða í spenningi eftir at frætta hvør loysn verður løgd á borðið, tá løgtingið savnast mánadagin at taka týðandi avgerðina.
Men áðrenn tað, er tað ein evropeisk finala, sum skal avgerast. Enn ein fjøður í føroyska tjóskaparstoltleikan, nú tað eydnaðist enn einum føroyingi at koma við í flottasta evropeiska skelskap, hesaferð í sangkapping.
Vit heppa og vóna, at alt fer at gangast væl hjá føroysku Sissal, tá hon í kvøld skal verja borg í Basel. Vinnur hon ikki, so er gott at vita at sannlíkindini fyri norðurlendskum sigri er størri enn hann kanska nakrantíð hevur verið.
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur vunnið seg í søguliga støðu. Skal á pallin aftur í Sveis í kvøld - stóra finalan byrjar klokkan 20
Tað var ein týðiliga rørd Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í St. Jakobshalle, eftir at hon hevði fingið at vita, at hon eisini skal framføra í sjálvari Eurovision-finaluni.
Og ei undur í tí; Sissal hevur arbeitt ógvuliga hart fyri hesum á ymiskan hátt.
Danmark hevur heldur ikki verið umboðað í einari Eurovision finalu síðani 2019, og tískil lá nógv trýst á føroysku herðunum. Hetta verður fyrstu ferð, at ein føroyingur skal framføra til "Grand Finale"
Undan Sissal hava ellivu aðrir føroyingar (einstaklingar/bólkar) luttikið til Melodi Grand Prix í Danmark, umframt at Jógvan Hansen og Kristina Bærendsen hava verið við í Íslandi og Brandur Enni í Svøríki.
Rani Petersen (Reiley) vann Dansk Melodi Grand Prix í 2023, og havnarmaðurin gjørdist harvið søguligur: Fyrsta føroyska høvuðsnavnið til Eurovision.
Tað eydnaðist ikki Reiley at vinna seg víðari úr Eurovison-hálvfinaluni, men nú tvey ár seinni er tað bragdað hjá Danmark - og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur gjørt bart á stóra evropeiska pallinum.
Hesi londini eru í Eurovison-finaluni 2025:
Litava, Ísrael, Armenia, Danmark, Eysturríki, Luksemborg, Finnland, Lettland, Malta og Grikkaland (Frá 2. hálvfinaluni)
Albania, Poland, Estland, Portugal, Ísland, San Marino, Niðurlond, Svøríki, Noreg og Ukraina (Frá 1. hálvfinaluni)
Italia, Spania, Bretland, Týskland, Frakland og Sveis ("The Big 5 + vertslandið)
Finalan verður í stóru St. Jakobshalle í Basel í kvøld, 17. mai klokkan 20 føroyska tíð. Kringvarpið og DR1 vísa Eurovison-finaluna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen lendu við hernaðarflogfari mánamorgunin - Kristrún Frostadóttir vitjaði Javnaðarflokkin um vikuskiftið, og Jonas Gahr Støre var við á netinum til trygdarpolitiska fundin
- Hetta er helst vakrasti dagurin higartil í ár.
Tað segði løgmaður, tá hann tók ímóti Jens-Frederik Nielsen fyrrapartin mánadagin. Tað var fyrstu ferð, at grønlendski landsstýrisformaðurin og føroyski løgmaðurin hittust. Annars hava teir tosað í telefon saman, og Jens-Frederik Nielsen viðmerkti beinavegin góða veðrið og vøkru føroysku náttúruna.
Hann lendi um mánamorgunin í Vágum við donskum hernaðarflogfari. Mette Frederiksen og toymi vóru eisini við. Mette Frederiksen var seinast at møta - hon hevði eini tíggju fólk aftru at sær, umframt at trygdarfólk stóðu nakað frá. Tað var eitt væl størri fylgi, enn grønlendski starvsbróðurin hevði.
Báðir leiðararnir í londunum í ríkisfelagskapinum søgdu við Kringvarpið, og hinar miðlarnar, at hesin fundurin var til at tosa gjølla um trygdarpolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis. Hetta er háaktuelt, tó at eingin veruligur vandi er á ferð beint nú.
Í Noregi halda tey seg vera noydd til at vera til reiðar til kríggj. Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, kom ikki til fundin, men hann var tó við á alnótini - á einari tryggari linju.
Kristrún Frostadóttir var í landinum frammanundan. Íslendska forsætisráðkvinnan var á vitjan hjá Javnaðarflokkinum í sambandi við landsfundin og eisini uppliva ymiskt. Hon tosaði, á donskum, um týdningin av samstarvi um trygd í økinum.
Trygdarpolittiski toppfundurin byrjaði um ellivu-tíðina. Eftir fundin skuldi løgmaður eisini hitta stjórnarleiðararnar í Danmark og Grønlandi hvør sær.
Útlendsku gestirnir fóru av landinum aftur sama seinnapart.
Myndir: Sverri Egholm
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Nakrir av føroysku EM-spælarunum vóru ein túr í TInganes nakrar tímar eftir, at teir høvdu tryggjað liðnum 1. plássið í undankappingini
Tað var ein heldur serstøk hending mánadagin, tá fýra stjórnarleiðarar í Norðanlondum høvdu fund í Tinganesi - Noreg var eisini við gjøgnum alnótina.
Mette Frederiksen kom við stórum fylgi. Hon tosaði stutt við miðlafólk á veg inn á fundin, men eftir fundin vildi hon - sum tað eisini sást í Degi & Viku mánakvøldið - heldur tosa við føroyskar hondbóltsspælarar enn við Kringvarpið.
Sum skilst kom hendan heilsanin og heldur tilvildarliga og brádliga í lag. Fimm av spælarunum, sum enn vóru í Føroyum, fóru eftir eina telefonsamtalu oman í Tinganes.
Har varð eitt stutt prát millum føroysku landsliðsspælaran og danska stjórnarleiðaran, og sjálvandi skuldi ein mynd takast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025 til 2027
12. mai, yvirtaku Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum.
Yvirtøkan fór fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, lat stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu við uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.
Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025 til 2027.
– Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi.
Tað er avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkimálum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Tað sær út til at hátrýstið, sum gevur okkum góðveður, verður liggjandi langt inn í næstu viku
Liggjandi góðveður er á okkara leiðum hesar dagarnar, og føroyingum so líkt, so eru vit skjót at tveita pløggini og njóta sólargeislarnar meðan teir eru frammi.
Summi støð eru yndað meira enn onnur slíkar dagar. Sandagerði er eitt teirra.
Myndirnar eru haðani, tiknar um middagsleitið mikudagin, har ungdómar hugnaðu sær á baðibrúnni, og ikki himpraðust við at leypa á bláman, hóast hitastigini á sjónum ikki eru tey nógvu.
Sambært veðurstovunum, so fáa vit liggjandi góðveður langt inn í komandi viku. Um sólin ikki sær allar dagarnar, so verður tað framhaldandi lýtt og lítil og ongin vindur.
Myndir: Jens Kr. Vang
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum hevur fingið handað eitt ítøkiligt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum hevur arbeitt við at finna loysnir uppá vaksandi bústaðartørvin í Føroyum. Endamálið er greitt: At tryggja 2.000 fleiri bústaðir innan 2031
– Ein vælskipaður bústaðarmarknaður er ein fortreyt fyri, at fólk framhaldandi trívast og kunnu virka í Føroyum – og harvið eisini ein fortreyt fyri framtíðar menning av samfelagnum. Við tilmælinum hava vit fingið nøkur góð boð uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna, og eg havi tikið stig til at seta fyrstu átøkini í verk, sigur landsstýriskvinnan við íbúðamálum, Margit Stórá.
Tilmælið, sum ber heitið +2.000 í 2030, vísir á tíggju ítøkilig átøk, ið skulu bøta um bæði útboðið og gagnnýtsluna av bústøðum. M.a. verður mælt til:
Eisini verður víst á, at stórt trýst er á bústaðarmarknaðinum, og at serligur tørvur er á smærri bústaðum, sum hóskar til tey, ið seta búgv á fyrsta sinni, og til eldri, sum ynskja at flyta úr størri sethúsum.
– Tað er alneyðugt at seta ferð á nýbygging og samstundis fáa verandi bústaðir í betri umfar. Hesi átøk kunnu skapa nýggja javnvág á bústaðarmarknaðinum og tryggja, at bæði ung og eldri finna hóskandi bústað, sigur landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan er farin undir at viðgera tilmælini í samráð við viðkomandi partar og lagt er upp til at seta í verk átøk, sum bæði geva skjótar loysnir og tryggja haldførar broytingar í bústaðarskipanini.
Tann fyrsta ítøkiliga byggiverkætlanin er, at Eirargarður 2 skal byggjast um og gerast til lestrarbústaðir. – Eirargarður 2 er bygningurin har Heilsumálaráðið, Heilsustýrið og Almanna og mentamálaráðið húsast – tey flyta øll í onnur hølir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Betri Banki best fyri í váðametingini av øllum peningastovnunum í ríkinum. Suðuroyar Sparikassi hevur avbjóðingar
Føroyski Betri Banki er tann bankin í danska ríkinum, har pengarnir liggja tryggast. Tað vísir ein meting, sum danska felagið Bank Research A/S á hvørjum ári ger av donsku peningastovnunum.
Í frágreiðingini ger felagið eisini eina váðameting av hvørjum einstakum av teimum 47 peningastovnunum í ríkinum.
Fyri einum ári, lá Betri Banki á einum sætta pláss mett út frá 2023 roknskapinum. Men nú roknskapirnir fyri 2024 eru gjøgnumgingnir, gongur Betri Banki fram frá einum indexi upp á 302,5 til 287,5 sum er tað besta á listanum.
Harvið kann sigast, at Betri Banki er tann peningastovnurin í ríkinum, har pengarnir liggja tryggast. Helst skal hetta talið síggjast út frá sera varna fíggjar- og lánspolitikkinum, sum bankin hevur ført hesi seinastu árini.
Yvirhøvur liggja pengarnir trygd í Føroyum, tí Føroya Banki og Norðoya Sparikassi liggja flott á einum 18. og einum 20. plássi á listanum – index 360,0 og 365,0.
Hinvegin liggur Suðuroyar Sparikassi í tungum sjógvi á aftasta pláss. Henda støða er ikki nýggj hjá lítla sparikassanum við høvuðssæti í Vági, tí fyri einum ári síðani lá hann eisini niðjast á hesum listanum. Men metingin er gingin fram úr 550,0 til 540,0
Grønlandsbanken liggur á einum 14. plássi við einum váðaindexi á 347,5.
Hyggja vit eftir teimum stóru donsku peningastovnunum, so liggja Danske Bank og Jyske Bank á 36. og 37. plássi við indextalinum 420,0, Nykredit Bank er nummar 42 við 442,5 og Sydbank nr. 28 við 392,5.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Tveir triðingar sum svara kanningini, eru dagliga á portal.fo, meðan beint yvir helvtina av teimum spurdu vitja in.fo og kvf.fo dagliga, vísir kanning sum Kringvarpið hevur latið gjørt
Portalurin er toppskorari í spurnakanning, sum Kringvarpið hevur latið gjørt saman við Spyr.fo.
Tveir triðingar av teimum, ið svara kanningini, eru dagliga á portal.fo. In.fo og kvf.fo liggja javnt og hava beint yvir helvtina av teimum spurdu á vitjan dagliga. Millum tey ungu eru tølini lægri – ein lítil helvt av teimum 18-29 ára gomlu er dagliga á portal.fo, og ein góður triðingur er dagliga á in.fo og kvf.fo.
Sum heild eru føroysku tíðindaportalarnir høvuðskeldur til tíðindi í gerandisdegnum. Fyri fimm árum síðani skoraðu tíðindaportalarnir eisini høgt, men tá skoraði útvarpið hjá Kringvarpinum hægri. Nú er útvarpið yvirhálað av heimasíðunum.
Meira kann lesast um kanningina her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Tað svarar til ein fólkavøkstur á 0,6 prosent - 311 fólk - seinasta árið, skrivar Hagstovan
1. apríl búðu 54.845 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein fólkavøkstur á 0,6 prosent - ella 311 fólk seinasta árið.
Sambært Hagstovuni er hetta minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá fólkatalið vaks 0,7 prosent.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 149 og eini nettoflyting á 162 fólk.
Í mun til fólkatalið svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eitt nettoavlop á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.
Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. apríl 2023 til 1. apríl 2024 var burðaravlopið tað sama meðan nettoflytingin var minni. Tá var burðaravlopið á 2,7 og nettoflytingin á 4,2 fyri hvørji 1.000 fólk, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar, Nes, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Aðrar bygdir við fólkavøkstri seinasta árið vóru Saltangará, Hvannasund, Leirvík, Sørvágur, Streymnes og Klaksvík.
Fólkatalið minkaði mest í Vágs, Tvøroyrar og Viðareiðis kommunu. Í teimum kommununum minkaði fólkatalið mest í Vági, Froðba og á Viðareiði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Í avgerðini hjá Føroya Kærustovni, sum er endalig í fyrisitingarligum høpi, verður staðfest, at málsviðgerðin av byggiloyvinum til Varðan Pelagic var lóglig og røtt
Ein av mest umrøddu og drúgvastu byggimálsviðgerðum í Føroyum hevur nú fingið eina nýggja og endaliga fyrisitingarliga støðu. Føroya Kærustovnur staðfesti í vikuni, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av byggiloyvinum til Pf. Varðan Pelagic var lóglig og røtt.
Pf. Varðin Pelagic søkti 29. desember 2022 Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til at víðka um virksemið á havnalagnum, har felagið ynskti at byggja eina lýsi- og proteinverksmiðju.
Viðgerðartíðin hevur verið bæði umfatandi og drúgv, og fleiri kærur hava verið viðgjørdar á leiðini. Kommunan hevur frá byrjan av verðið opin og kunnandi um ætlanina, og hevur skipað fyri borgarafundi, almennum hoyringum, parts- og grannhoyringum í drúgvu málsviðgerðini, skrivar Tvøroyrar kommuna á heims síðu síni.
Føroya Kærustovnur hevur við síni avgerð staðfest, at øll fyrisitingarlig viðgerð, eins og samtyktin hjá Tvøroyrar kommunu at geva Pf. Varðanum Pelagic byggiloyvið, hevur verið í samsvari við galdandi lóggávu. Avgerðin frá Føroya Kærustovni er endalig í fyrisitingarligum høpi og kann ikki kærast víðari innan fyrisiting.
Tó er møguligt at kæra sjálva avgerðina um byggiloyvi til civila rættin innan eina freist á seks mánaðir frá tí, at avgerðin hjá Føroya Kærustovi er kunngjørd.
Borgarstjórin hjá Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, fegnast um avgerðina, sum staðfestur at kommunan hevur viðgjørt málið rætt.
Hann vísir á, at hetta bendir á greitt og neyðugt støðufesti í málinum, sum samstundis leggur lunnar undir framhaldandi vinnuligari menning á havnalagnum á Tvøroyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum farna vikuskiftið, segði Aksel V. Johannesen løgmaður, at hann er sinnaður at samstarva við allar flokkar
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er sinnaður at samstarva við allar flokkar á løgtingi.
Tað segði hann í formansrøðuni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin, sum var hildin við Tjarnir.
– Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering, segði hann og vísti á, at breiðar semjur longu eru gjørdar um ymisk viðurskifti.
Seinastu árini hevur Javnaðarflokkurin hildið fast við, at hann ikki kann fara í samgongu við Fólkaflokkin við tí grundgeving, at tað er ov langt millum flokkarnar, men í røðu sínari í gjár vísti løgmaður á, at tíðirnar broytast, og er neyðugt at duga betur at samstarva.
– Hóast ósemjurnar hava verið stórar viðhvørt, so krevur tíðarandin, at vit taka lógvatøk saman. Kanska havi eg sjálvur verið við til at grava gjáir, segði hann í røðu sínari, sum kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
Kristrún Frostadóttir og løgmaður vitjaðu í Bø, Koltri og vóru til hondbóltslandsdyst
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og íslendska forsætisráðkvinnan, Kristrún Frostadóttir, vóru sunnudagin í Bø, úti Koltri og til hondbóltslandsdyst við Tjarnir millum Føroyar og Ukraina.
Kristrún Frostadóttir, sum eisini er forkvinna fyri íslendska javnaðarflokkin, Samfylkingin, var í Føroyum sum gestur hjá Javnaðarflokkinum og helt røðu á landsfundinum, sum var við Tjarnir leygardagin.
Mánadagin var Kristrún eisini partur av norðurlendska toppfundinum um trygdarpolitikk, sum var í Tinganesi
Sí fleiri myndir frá vitjanini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
- Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð sigur landsstýriskvinna. - Vit skulu gera Suðuroyartunnilin. Tað skylda vit suðuroyingum. Tað skylda vit øllum føroyingum, sigur formaður Javnaðarfloksins og løgmaður
Suðuroyartunnilin fylti, sum vera man, nógv á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin. Floksformaðurin Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fór víða um í røðu síni – frá ungdómi til pensionistar - halgaði tó júst føstum sambandi til Suðuroynna stóran part av røðuni.
Tað var tó hansara landsstýriskvinna úr Suðuroynni, Súsanna Bertholdsen, sum hevði tann mest avgjørda og greiða boðskapin um nettupp fasta sambandið.
- Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð, segði hon undir orðaskiftinum.
Aksel Johannesen, sum í Tinganesi hevur høvuðsábyrgdina av málinum um Suðuroyartunnil, fegnaðist um jaligu avleiðingarnar av Sandoyartunlinum, og helt fyri, at henda góða gongdin kastar eisini sjóneykuna á sváru støðuna í Suðuroynni.
Hann segði m.a.:
“Javnaðarflokkurin kann ikki góðtaka, at ein av tíggju føroyingum verður hektaður av.
At Suðuroyggin ikki fær lut í framgongdini í Føroyum.
Fast samband kann vera við til at venda gongdini.
Tí er tað okkara skylda sum politikarar at kanna væl og virðiliga, um tað ber til at knýta Suðuroynna uppí restina av landinum.
Fyri at framtíðartryggja oynna.
Tað er uppgávan, sum eg havi fingið - og tikið á meg.
Seinastu tíðina hevur nógv alment kjak verið um fíggingarleist, trygdarrúm og linjuføringar. Hetta eru viðurskifti, sum eru kannað væl, og skulu kannast enn nærri, tá fyrireikingarnar halda fram.
Tí uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, er ein heimild til Tunnilsfelagið at fara víðari við arbeiðinum, avgreiða ivaspurningar, fáa trygdina góðkenda av Landsverki, fyri síðani at prosjektera og fyrireika eitt útboð.
Allir flokkar taka undir við málinum, tó at nøkur tingfólk atkvøddu ímóti við aðru viðgerð.
Tað tekur á leið hálvtannað ár at prosjektera og bjóða tunnilin út. Tá kenna vit kostnaðin av at gera tunnilin. Tástani kenna vit eisini rentustøðið, sum hevur avgerandi týdning fyri fíggingina.
Tá tekur Løgtingið endaligu avgerðina, um farast skal undir Suðuroyartunnilin", segði formaðurin og helt fram:
"Metingar hjá Tunnilsfelagnum av kostnaði síggja skilagóðar út. Og upp á sikt fer tunnil til Suðuroynna at loysa seg.
Sjálvandi skal ein Suðuroyartunnil ikki minka um vælferðina.
Sjálvandi skal trygdin vera í lagi.
Sjálvandi skal skil vera í fíggingini.
Men letur tað seg upp á nakran sum helst máta gera, og tað ivist eg onga løtu í, at tað ger, so skulu vit gera Suðuroyartunnilin.
Tað skylda við suðuroyingum. Tað skylda vit øllum føroyingum.
Tí Føroyar skulu vera fyri øll”, segði Aksel V. Johannesen m.a. í síni formansfrágreiðing til landsstevnuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
Hetta kann blíva inngangurin til ein nýggjan kapittul um leiklutin hjá Føroyum á heimspallinum, sigur Sjúrður Skaale, nú Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gevur út nýggja frágreiðing um føroyskan limaskap í heimshandilsstovninum WTO
Hví er sjálvstøðugur limaskapur í WTO so týdningarmikil fyri Føroyar? Hvat er WTO yvirhøvur fyri nakað, og hvat skal til fyri at fáa limaskap?
Hesir spurningar verða millum annað viðgjørdir í nýggju frágreiðingini ”Føroyar á gáttini – vegurin til WTO”, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi júst hevur givið út.
Við hesi frágreiðing hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi sett sær fyri at lýsa eitt uttanríkispolitiskt mál, sum politiska skipanin í Føroyum hevur tosað um í nógv ár, men sum er endað sum ein løgfrøðilig træta millum Føroyar og Danmark, ið hevur forðað Føroyum í at søkja um limaskap.
Men nú eru glottar at hóma, tí ein serlig nevnd er sett, ið skal taka støðu til, um sjálvstøðugur føroyskur limaskapur er møguligur innan fyri karmarnar í donsku grundlógini. Hetta verður gjørt við støði í grein 6 í heimastýrislógini.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kallar málið fyri prinsipielt, stórt og søguligt. Nettupp tí heldur hann tað vera týdningarmikið at lýsa málið væl, so fleiri kunnu skilja týdningin av limaskapi WTO.
– Hetta er søguligt á tann hátt, at vit spreingja karmin í heimastýrislógini, sum bleiv settur í 1948. Karmurin er víðkaður og víðkaður gjøgnum árini, men hesu ferð verður hann sprongdur, um tað eydnast at fáa limaskap, sigur hann.
– Hetta kann blíva inngangurin til ein nýggjan kapittul um føroyskan uttanríkispolitikk og leiklutin hjá Føroyum á heimspallinum, sigur Sjúrður Skaale.
Frágreiðingin fæst sum bóklingur, men kann eisini lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Umboð fyri landsstýrið og amerikansku stjórnina høvdu í vikuni fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.
Varaundiruttanríkisráðkvinnan í amerikanska uttanríkisráðnum, við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Sharon Hudson-Dean, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um uttanríkispolitiskar raðfestingar, umframt mál av sínámillum áhuga, so sum handil, orku og nettrygd.
Serliga varð stovnsetanin av føroysku sendistovuni í Washington D.C. í september 2024 mett at vera eitt týðandi framstig í sínámillum viðurskiftunum og ein hornasteinur fyri nýggjum møguleikum í samstarvinum millum partarnar, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Reyði Krossur og Føroya landsstýrið hava latið hjálp til ein gloymdan part av heiminum, har neyðin er stór
Sudan stendur í dag í einari av heimsins størstu humaniteru kreppum. Meir enn tvey ár við borgarakríggi hava lagt landið í oyði: infrastruktururin er í knúsi, almennar tænastur steðgaðar, og regntíðin fyri framman hóttir við at gera kreppuna enn verri. Harumframt eru ógvusligar sosialar avbjóðingar, har upp ímóti 90 prosent av skúlunum eru stongdir, børn verða tvingað at luttaka í stríðnum, og kynsligur harðskapur, eitt nú neyðtøka, er umfatandi.
Yvir 12,6 milliónir menniskju eru rikin heimanifrá, og mett verður, at yvir 30 milliónir fólk hava brúk fyri humaniterari hjálp. Sudanesiski Reyði Hálvmáni arbeiðir í øllum 18 statum í landinum, hóast stórar avbjóðingar og váðar.
Hóast ræðuleikarnarnar í landinum, hoyrist lítið um hesa kreppuna í almenna orðaskiftinum.
- Beint nú uppliva vit, at børn eru blivin burtur, familjur eru slitnar sundur og fólk eru deyð langt burturi frá sínum kæru, sigur Rania Mohamed, sum sjálv varð noydd at fara frá heimi sínum í Al Jazirah-statinum orsakað av bardøgunum.
- Líðingin er ræðulig, sigur hon.
Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 500.000 krónur til arbeiðið hjá sudanesiska Reyða Hálvmána. Stuðulin verður brúktur í Norðurstatinum, har túsundtals fólk eru flýdd aftur til Sudan úr Egyptalandi og Libya.
Orsøkin til, at hesi eru vend aftur til Sudan er í fleiri førum tann, at tey hava fingið at vita, at bardagi ikki longur er í ávísum økjum, og tey høvdu tí væntað at komið aftur til frið. Men hóast bardagin er steðgaður í summum økjum er framvegis ikki liviligt í hesum støðum.
Harafturat vísir Amnesty International á fleiri dømi um, at Egyptaland hevur rikið sudansk flóttafólk aftur til Sudan, og hesi eru nú stødd í Norðurstatinum.
Stuðulin úr Føroyum kann hjálpa upp til 50.000 einstaklingum við eitt nú:
Við hesari neyðhjálpini verður møguligt at veita lívbjargandi hjálp til nøkur av teimum, ið liva undir vánaligastu umstøðunum og eru mest útsett - í einari kreppu, sum alt ov fá tosa um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Ymsastaðni vóru hvørki sild ella svartkjaftur at síggja
Jákup Sverri er nú liðugur við sínar sildakanningar norðan fyri Føroyar. Rannsóknarskipið hjá Havstovuni hevur verið har seinastu tíðina. Jákup Sverri kom aftur á Havnina mánadagin.
Heimasíðan hav.fo skrivar, at nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi.
- Meira enn helmingurin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.
- Svartkjaftur var bara at fáa eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 3 og 4 ára gamal, men eisini nakað av ársgomlum svartkjafti var uppií.
Hesi eru høvuðsúrslitini av kanningunum. Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.
- Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Verjan fór fram á Fiskastykkinum í Sandavági
Mikudagin vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk.
Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”. Í ritgerðini eru fimm vísindaligar greinir, sum allar eru givnar út ella góðkendar til útgávu í altjóða vísindaligum tíðarritum.
Sólvá Jacobsen hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og hevur í lestrartíðini verið starvssett á Havstovuni. Vegleiðarar vóru Karin Margretha Húsgarð Larsen (høvuðsvegleiðari) og Eilif Gaard, granskarar á Havstovuni, bæði adjungeraðir lektarar á Fróðskaparsetrinum og Peter Grønkjær, professari á Århus Universitet.
Í metingarnevndini vóru Anni Djurhuus, Fróðskaparsetrið (forkvinna), Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU og Stamatina Isari, granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen.
Verjan var á Fiskastykkinum í Sandavági. Fyrst legði Sólvá fram sína gransking og niðurstøður. Síðan settu teir báðir andmælingarnir, Torkil G. Nielsen og Stamatina Isari, henni spurningar. Tey tjakaðust um ymiskar lutir í ritgerðini og Sólvá svaraði sera væl fyri seg.
Metingarfólkini lótu sera væl at ritgerðini og róstu Sólvá Jacobsen fyri hennara gransking.
Verkætlanin varð fíggjað av Granskingarráðnum, Statoil, Fiskivinnuroyndum og Havstovuni.
Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Í arbeiðinum hjá Firum verður serligur dentur lagdur á at menna vitan um burðardygga nýtsla av firðum, lús og smittu og so fiskavælferð
Almenna partafelagið Firum hevur havt aðalfund, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við ábyrgd av Firum, luttók saman við aðalstjóra og umboðum frá aðalráðnum.
Á fundinum greiddi stjórin frá virkseminum hjá Firum og teimum ætlanum, sum eru á skrá komandi tíðina.
Firum arbeiðir við fleiri spennandi og áhugaverdum verkætlanum, sum allar hava til endamáls at savna vitan og gransking, ið kann verða grundarlag undir eini burðardyggari menning av alivinnuni í Føroyum. Í arbeiðinum hjá Firum verður serligur dentur lagdur á at menna vitan um burðardygga nýtsla av firðum, lús og smittu og so fiskavælferð.
Verkætlanirnar eru í samsvari við visjónina hjá Firum: Vitan til varandi aling.
Á aðalfundinum varð nýggjur nevndarlimur valdur fyri Niels Winther, sum ikki tók við afturvali.
Fyri hann er Árni Ellefsen valdur í nevndina í Pf. Firum. Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Turið Mørkøre tóku við afturvali. Starvsfólkaumboðini, sum sita í nevndini í eitt fýra ára skeið, vóru bæði afturvald undan aðalfundinum. Starvsfólkaumboðini eru Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu sum forkvinnu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Stór vísindalig verkstova byrjaði týsdagin á Fróðskaparsetri Føroya undir yvirskriftini "Arktisk vísindi í verki"
Umleið 65 granskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark hava í vikuni verið savnaðir á verkstovu á Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya er vertur.
Endamálið við verkstovuni var at menna tvørfakliga gransking og samstarv. Á skránni vóru framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði, og eisini skuldu granskararnir vitja hjá Bakkafrost á Glyvrum, SEV í Húsahaga og radaran á Sornfelli.
Mikudagin var panelorðaskifti við umboðum frá Danmarks Frie Forskningsfond og Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi, har tey tosaðu um fígging av granskingini, sum tørvur er á.
Fyriskipararnir siga um verkstovuna, at avbjóðingarnar í Arktis krevja, at vit finna nýggjar leiðir at skipa og samstarva um gransking og undirvísing, og at denturin á verkstovuni verður lagdur á hetta.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum
Martin Tvede Zachariasen, rektari, segði í vælkomurøðu sínari m.a., at vit í Føroyum hava nógva gransking, sum er sera viðkomandi í arktiskum høpi:
- Vit kanna, hvussu tilflytarar verða integreraðir í føroyska samfelagið, m.a. hvussu teir brúka føroyskt mál. Er tað lætt hjá innflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum? Stutta svarið er tíverri nei.
- Vit kanna tryggleika og geopolitikk í Norðuratlantshavi. Sum tit vita, hava stórveldi sum USA, Russland og Kina stóran áhuga í Arktis. Er tað lætt hjá Føroyum at finna javnvágina millum geopolitisk áhugamál og vinnulig áhugamál – eitt nú við fiskivinnuni og alivinnuni? Stutta svarið er avgjørt nei.
- Vit granska í søgu og fornfrøði í Føroyum. Vita vit, nær landnám var á fyrsta sinni her? Vit hava nøkur svar, men dagføringar koma javnan. Tá eg var barn, lærdu vit, at fyrstu fólkini helst komu higar um ár 700–800, men nú bendir nógv á, at tað var longu áðrenn ár 300. Nútímans DNA-tøkni hjálpir okkum við hesum.
- Vit granska eisini í umhvørvinum í luftini, á landi og í sjónum. Tit fara at síggja fleiri dømi um hetta á verkstovuni. Vit halda, at Føroyar eru sera væl egnaðar sum pallur fyri arktiska gransking. Landið er lætt at koma til, og vit hava eitt infrakervi á heimsstigi.
– Hjartaliga vælkomin, øll somul. Eg vóni, at tit fara at njóta verkstovuna her hjá okkum, segði Martin Tvede Zachariasen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Frá 31. mai fer Rúsadrekkasølan í Havn at hava opið til klokkan 16 leygardagar. Hesum boðar landsstýrismaðurin frá
Frá 31. mai verður ikki líka knapt at keypa í Rúsdrekkasølu Landsins í Havn.
Vanliga stongir Rúsan klokkan 14 leygardagar, men hetta verður nú broytt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, í einari fráboðan á Facebook.
- Eg havi heitt á Rúsdrekkasølu Landsins um at kanna møguleikan fyri at leingja upplatingartíðirnar leygardagar á søludeildini í Miðlon. Tí fegnist eg um, at deildin í Miðlon frá 31. mai og framyvir fer at hava opið til kl. 16, skrivar Bjarni K. Petersen.
- Hetta fer heilt sikkurt at betra um tænastuna, og tað verður eitt lítið sindur lættari at leggja leygardagin - og ikki minst leygarkvøldið - til rættis, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggja upplatingartíðin hjá Rúsuni er innanfyri kunngerðina um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins. Har stendur, at leygardag kunnu sølubúðirnar hava opið millum klokkan 10 og 16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Almenn móttøka verður í Vágsbotni í Havn seinnapartin
Leygardagin 17. mai klokkan 14, verður almenn móttøka fyri nýumvælda bjargingarbátinum, Rescue Lív, í Vágsbotni.
Rescue Lív verður tikin aftur í tilbúgvingina eftir at hava verið á verksmiðju hjá SwedeShip í Svøríki síðsta hálva annað árið.
Høvi verður at síggja nýggja bátin, at hitta manning og at síggja nógva spennandi útgerð.
Eindir frá bjargingarfeløgunum runt Føroyar luttaka eisini, boðar Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini frá.
Les eisini: Rescue Lív aftur á Havnini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Hon tekur við eftir Jan Christiansen, sum fer frá við eftirløn í heyst
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim í starv sum skúlastjóra í Skúlanum á Trøðni. Fríðbjørg tekur við skúlastjórastarvinum eftir Jan Christiansen, sum eftir drúgva tænastu fer frá við eftirløn í heyst.
Fríðbjørg er 53 ára gomul og var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Í 2019 tók Fríðbjørg diplom í námsfrøðiligari leiðslu, og harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum o.ø. innan sernámsfrøði og leiðslu.
Fríðbjørg hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Danmark og Føroyum. Harumframt hevur hon verið serlærari, varaskúlastjóri og skúlastjóri.
Í løtuni starvast Fríðbjørg sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla.
Fríðbjørg S. Fríðheim tekur við starvinum 1. august 2025.
11 umsóknir vóru til starvið. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum. Umleið 60 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár ganga í skúlanum. Skúlin hevur umleið 45 starvsfólk, bæði lærarar og námsfrøðingar. Nýggi stjórin fer saman við starvsfólkunum at standa á odda fyri at skapa tryggar og mennandi karmar um næmingarnar í Skúlanum á Trøðni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Skal røkja starvið í eitt gott ár meðan núverandi stjórin er í barnsburðarfarloyvi
Í samband við at Tordis K. á Rógvi Biskopstø fer í barnsburðarfarloyvi í summar, hevur nevndin í Felagnum Tórshavn sett Anniku Lisberg sum virkandi stjóra í Visit Tórshavn frá 1. august 2025 til 1. septembur 2026.
Annika er í løtuni menningarfólk hjá Visit Tórshavn, har hon hevur starvast síðan 1. januar 2024. Annika hevur ein kandidat í ferðavinnu, umframt royndir úr matstovu- og hotellvinnuni í Danmark og Føroyum.
Felagið Tórshavn rekur Visit Tórshavn, og hevur fimm nevndarlimir. Tveir limir umboða Tórshavnar kommunu, og tríggir umboða vinnuna. Nevndarlimir í Felagnum eru Henny á Líknargøtu frá Smyril Line, forkvinna, Sóley H. Hammer frá Hugskotinum, næstforkvinna, Aleth Nielsen frá Gist & Vist, Herleif Hammer frá Tjóðsavninum og Eirik Suni Danielsen vegna Tórshavnar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Loksins fekk fígging, so klokkuringingin í Sjóvar kirkju kundi automatiserast
Í nógv ár hevur kirkjuráðið á Strondum søkt um at fáa automatiska klokkuringing til Sjóvar kirkju. Til fíggjarárið 2025 varð eisini søkt, og hesaferð varð tað játtað. Arbeiðið fór í gongd beinanvegin, og skipanin varð bíløgd frá Dansk Kirkeklokketeknik A/S.
Heimasíðan hjá Sjóvar kommunu skrivar, at týsdagin komu tveir mans frá Dansk Kirkeklokketeknik at seta skipanina upp. Arbeiðið hevur gingið avbera væl, og er nú um at vera liðugt.
Mikudagin varð skipanin royndarkoyrd og kirkjuklokkan kundi tí hoyrast nakrar ferðir gjøgnum dagin.
Nýggja skipanin varð tikin í brúk í gjár, dýra biðidag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi
Mentanargrunnur Landsins hevur tikið avgerð um hvørji trý skulu stuðlast við listafólkaløn
Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi:
Bókmentalig faknevnd segði um Hans Tórgarð:
Hans Tórgarð hevur í fleiri umførum latið dygdarverk úr hondum bæði í teksti og á palli. Verkætlanirnar, sum Hans Tórgarð ætlar at arbeiða við, eru vandaliga lýstar, áhugaverdar og fevna um fleiri sløg av teksti. Dømini, sum eru løgd við umsóknini, vísa gott innlit í okkara bókmentir og leiklist, og bera boð um dyggar royndir og harumframt framúr góða málkenslu.
Við at játta Hans Tórgarð løn í eitt tríáraskeið kunnu vit vænta munagóð íkast í føroyska mentan og list.
Í nevndini sótu Ann Ellefsen og Bergur Djurhuus Hansen.
Jón Sonni Jensen
Myndlista faknevnd segði um Jón Sonna Jensen:
Jón Sonni Jensen hevur við sínum tilfarsliga nýskapandi verkum gingið undan at fremja eina nýmaterialistiska vend innan føroyska myndlist. Hann hevur lagt til rættis eina væl umhugsaða og framsøkna arbeiðsætlan. Við umsóknini fylgja samstarvsavtalur, ið bera boð um eitt gjølligt fyrireikandi arbeiði, ið sannlíkt fer at føra til týðandi framsýningar og onnur ítøkilig úrslit.
Í nevndini sótu Jens Dam Ziska og Mirjam Joensen.
Marianna Mørkøre
Film faknevnd segði um Mariannu Mørkøre:
Marianna Mørkøre er nýskapandi filmslistafólk við drúgvum royndum. Hon hugsar øðrvísi í sínum filmsmáli og hevur sín egna sermerkta stíl. Hon mennist fyri hvørt verk, har hon eksperimenterar, og brýtur uppúr nýggjum við sínum visuella stíli. Tað sæst, at Marianna torir at arbeiða kreativt við filmsmálinum. Í heimildarfilminum HEARTIST um listakvinnuna Sigruna Niclasen, brýtur hon upp úr nýggjum, og filmurin hevur ferðast víða, og fekk sera góða móttøku bæði her á landi og uttanlands.
Marianna hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu hon fer at brúka listafólkalønina tey komandi trý árini við áhugaverdum nýggjum verkætlanum, har hon eisini leggur upp til nýhugsan og nýskapan innan ymsar greinar av filmi.
Í nevndini sótu Hans Petur Hansen og Ingun í Skrivarastovu.
Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum.
Listafólkið arbeiðir í játtanarskeiðnum burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15 prosent í eftirløn.
Umsøkjararnir til listafólkaløn 2025 vóru 30 í tali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki, og í ár koma teir aftur á Sumamr Festivalin
Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.
Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Holgar Jacobsen og Finnur J. Jacobsen manna Tinganest, og teir eru framúr á palli. Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum "Vágagellan", "Annan sang", "Síðsti dansur", "Upp á tá" og aðrar.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.
Onnur nøvn, sum Summar Festivalurin hevur kunngjørt hesa vikuna eru:
Guðrun Sólka
Sakaris
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Í sambandi við tjóðardag Noregs fer norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri at hava ókeypis konsert í Norðurlandahúsinum seinnapartin
17. mai er tjóðardagur Noregs, og í hesum sambandi hevur norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri í Norðurlandahúsinum.
Konsertin, sum verður seinnapartin klokkan 15, er ókeypis, boðar Norðurlandahúsið frá.
Olavs Menn varð stovnað í 2008 í sambandi við operuna 'Thora' á norsku operuni í Oslo. Í kórinum eru 25 sangarar - allir úr Trøndelag, og hevur kórið síðani stovnanina verið undir leiðslu av Harald Bjørkøy og nú Lars Eggen.
Á konsertini fer kórið at syngja bæði norskar og føroyskar sangir - eisini 'Ólav Tryggvason'.
Í Tórshavnar manskóri, sum skjótt hevur 40 ár á baki, eru í dag oman fyri 70 sangarar undir leiðslu av Jón Festirstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Hetta verður síðsta tiltakið av hesum slag
Fríggjakvøldið 30. mai verður forkunnug vitjan á mentanarnáttini á Tvøroyri. Signar í Homrum, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen og Eyðun Nolsøe saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri við Høgna Fagraberg (gittar), John Johansen (bass), Magna Husgaard (tangentar) iog Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), fara á pall at heiðra Kim Larsen, sála.
‘This Is My Life’-tiltakið fór av bakkastokki fyrstu ferð í mars í 2023 í Dansifrøi í Havn, og hevur verið útselt trý ár á rað. Nú kunnu vælkendu og -elskaðu klassikararnir hjá Kim Larsen og Gasolin upplivast fyri seinastu ferð við fýra av okkara fremstu trubadurum. Lagt er upp til eitt ordans brak av einum syng-við-konsert-dansi-kvøldi.
Fulfíggjaða skráin fyri alla mentanarnáttina verður borin út til øll hús í Suðuroynni í vikuni undan sjálvum kvøldinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Norðanlondini, sum týskvøldið vóru við í fyrra undanumfarinum í Eurovision, komu øll víðari
Teir tíggju fyrstu finalistarnir í Eurovision vórðu funnir týskvøldið, tá fyrsta undanumfarið var.
Millum tey vóru øll trý noðurlondini, sum vóru við.
Víðari komu: Noreg, Albania, Svøríki, Ísland, Niðurlond, Poland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina.
Svøríki er stórfavorittur við lagnum "Bara Bada Bastu", og Estland liggur eisini framvið við lagnum "Espresso Macchiato".
Stórur spenningur var nú til hóskvøldið, tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skuldi á pallin umboðandi Danmark
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Ungi hermaðurin Edan Alexander sá familju sína aftur eftir at hava sitið gísli hjá Hamas í 19 mánaðir
Kenslurnar fingu frítt at fara, tá ungi ísraelsk-amerikanski hermaðurin, Edan Aldexander, mánadagin endiliga slapp at heilsa upp á familju sína aftur, eftir at hava sitið í fangaskapi hjá Hamas-felagsskapinum sum gísli í 19 mánaðir.
Í einum filmsbroti síggja vit mammu Edan, Yael Alexander, renna honum á møti, meðan hon grætur og rópar av gleði, fevnir son sín og á hebraiskum rópar: “Eg elski teg. Sum vit hava verið bangin um teg”.
Síðan fevnir ungi maðurin pápa sín og beiggja sín.
- Tú ert vaksin. Hvat sker? Hvør er hetta? sigur Edan Alexander, tá hann sær lítlabeiggja sín.
Edan Alexander var bert 19 ára gamal, tá hann varð tikin sum gísli úr eini hernaðarlegu í sunnara parti av Ísrael, tá Hamas leyp á 7. oktober 2023.
Mánadagin støðgaði Ísrael sínum álopum á Gaza í nakrar tímar fyri at gera leyslatingina møguliga.
Sambært Hamas hendi leyslatingin fyri at vísa góðan vilja, sum ein partur av samráðingunum um eina nýggja vápnahvíld, nú amerikanski forsetin, Donald Trump, kom á vitjan í Miðeystri hesa vikuna.
Edan Alexander er føddur í Tel Aviv, men uppvaksin í New Jersey. Hann verður mettur at vera seinasti gíslin hjá Hamas, sum hevur amerikanskan ríkisborgaraskap.
Hann er eisisni tann fyrsti gíslin, ið verður leyslatin síðan Ísrael 18. mars fór undir álop móti Gaza eftir vápnahvíld í tveir mánaðir.
Hamas-stríðsmenn við fjaldum andligum handaðu unga gíslan til Reyða Kross í býnum Khan Younis, har suðuri í Gaza. Haðani varð hann latin ísraelsku myndugleikunum, sum seinni skipaðu fyri, at hann kundi síggja familju sína aftur.
Av 251 fólkum, sum vórðu burturflutt undir Hamas-álopinum 7. oktober 2023, eru 58 enn eftir í Gaza. 24 teirra verða hildin framvegis at kunna vera á lívi, skrivar BBC.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Google hevur boðað frá, at amerikanskir brúkarar av Google Maps fara at síggja nýggja navnið, tá navnabroytingin er komin í gildi, og tað eru tey ónøgd við í Meksiko
Í januar skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump undir eina løgskipan um m.a. at broyta navnið á Meksikoflógvanum - flógvin millum Meksiko, Kuba og amerikansku suðurstrondina - til Amerikaflógvin.
Eftir hetta boðaði Google frá, at navnið eisini fór at verða broytt á Google Maps, tá navnabroytingin kom í gildi. Boðað varð frá, at hetta bert fór at verða broytt hjá amerikanskum brúkarum og ikki brúkarum í Meksiko. Brúkarar úr øðrum londum koma at síggja bæði nøvn.
Í Meksiko eru tey ónøgd við avgerðina hjá Google, og tí hava tey nú stevnt Google, sigur Claudia Sheinbaum, forseti í Meksiko, sambært BBC.
Undanfarna hósdag var navnabroytingin góðkend í amerikanska umboðsmannatinginum. Um navnabroytingin eisini verður góðkend av senatinum, hava onnur lond tó ikki skyldu at taka við navnabroytingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
Havnin í Lerwick í Hetlandi verður brúkt sum útgerðarhavn í sambandi við útbyggingina
Útbyggingin av stóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum heldur fram og gongur sum ætlað.
Øll tann stóra og tunga útgerðin, sum verður sett á havbotnin 15 kilometrar frá føroyska markinum heldur fram at koma við skipum til hetlendska høvuðsstaðin, haðani útgerðin síðani verður flutt út víðari út á oljuleiðina.
Útbyggingin, sum fyri tað mesta fer fram á havbotninum, fevnir um eitt framleiðsluskip, sum fer at liggja á staðnum komandi 25 árini. Stór akker koma í næstum til Lerwick, har tey síðani verða fest í undirgrundina og gjørd klár til framleiðsluskipið, ið fer at koma á leiðina seinni í ár ella komandi ár. Áðrenn tað, fer boripallur at bora 7-8 brunnar í sambandi við komandi framleiðsluna, sum er sett til at byrja seint næsta ár.
Oljan úr undirgrundini verður tá tikin upp frá havbotninum umborð á framleiðslu- og goymsluskipið. Hin parturin, gassið, verður so flutt gjøgnum rørleiðing til Hetlands umvegis stóru gassleiðingsskipanina, ið eisini bindur í aðrar gassleiðir vestan fyri Hetland.
Útgerðarskip kemur til Lerwick við útgerð, sum skal setast á havbotnin á Rosebankleiðini.
Herfyri tók rættur í Skotlandi avgerð um, at Equinor skuldi søkja um framleiðsluloyvi av nýggjum, tí broytingar skulu gerast í umhvørvispartinum, áðrenn farast kann undir framleiðslu. Hóast hetta kundi Equinor tó halda fram við arbeiðinum at byggja út kelduna.
Hóast orkuráðharrin í Bretlandi ynskir at steðga nýggjum oljuvirksemi, so hava bæði forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin gjørt greitt, at loyvi, sum eru latin til orkufeløg at útbyggja oljuleiðir, verða ikki tikin aftur.
Mett verður heldur ikki, at avgerðin hjá dómstólinum fer at seta fót fyri víðari virkseminum.
Stjórin í Equinor í Bretlandi her á vitjan í Hetlandi í fjør, tá fyrsta útgerðin til Rosebank kom til Lerwick
Í sambandi við nýtt virksemi í bretskum øki verður kravt av oljufeløgum, at tey elektrifisera framleiðsluna á pallum, og hetta er eisini eitt krav til Equinor, tá Rosebank fer undir framleiðslu. Kortini kann felagið gera hetta innan 2030. Í løtuni er felagið tí eisini í ferð við at kanna møguleikarnar fyri elektrifisering eitt nú við at finna fram til, hvaðani streymur kann koma, og her er ein møguleiki stóra Viking vindmylnulundin í Hetlandi.
Spurningurin um framtíðar havvindmylnulundir í Føroyum kunnu vera við til at veita streym til olju- og gasspallar eystan fyri Føroyar hevur eisini verið uppi at venda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Tað er ikki hent fyrr, at eitt føroyskt lið hevur vunnið sín bólk í eini stórari undankapping
Føroyar spældi uttan málmann í álopinum gjøgnum allan dystin móti Ukraina sunnukvøldið. Tað kostaði nøkur løtt mál til Ukraina, men kortini riggaði tað. Tað riggar, tí vit eiga ein leikara, sum eitur Elias Ellefsen á Skipagøtu, og hann er millum nakrar av heimsins bestu at stýra álopinum í júst slíkum spæli.
Aftur og aftur fann hann genialar loysnir fram. Fekk hann ikki sjálvur pláss at gera eina skotroynd, so fann hann sum oftast altíð altíð ein viðspælara, sum stóð fríur.
Í baksýni var føroyski sigurin ongantíð í vanda. Tað tók heldur langa tíð at koma fram um við tryggari leiðslu, men tað lá líka sum í luftini, at tað nokk skuldi koma.
Ikki fyri at siga nakað ringt um ukrainska spælið, men tað var sum um, at teir ikki høvdu sama hugflogið til at finna fram tær snildu loysnirnar.
Tað megnaðu føroyingarnir, og eftir at seinni hálvleikur var hálvrunnin, so gjørdist dysturin ein sigursferð hjá føroyska liðinum.
Vit hava tað við at telja málini og málskorararnar, men dysturin verður ikki vunnin uttan so, at vit eisini standa stinnir í hinum endanum. Og í so máta var dysturin við Tjarnir sunnukvøldið ein frægd at síggja.
Pauli Jacobsen í málinum tók teir bóltarnar hann skuldi og so tað sindri, sum skuldi til afturat. Og miðverjan stóð manniliga. Menn sum Vilhelm Poulsen, Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalsson, Ísak Vedelsbøll og Tróndur Mikkelsen stóðu sum risar í verjuni, eisini teir, sum eru høvdið minni enn mótstøðumenninir.
Eftir eina varðisliga leiðslu á 15-13 í hálvleikinum runnu føroyingarnir undan ukreinunum í øðrum hálvleiki.
Og móti endanum av dystinum var leiðslan so trygg, at Peter Bredsdorff Larsen, loyvdi teimum leikarum, sum annars ikki fáa so nógvar minuttir, framat – Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún og Rói Berg Hansen. Hugaligt at síggja teir eisini.
Úrslitið av dystinum gjørdist 35-27, ein tryggur átta-máls-sigur. Og generalurin – herovastin – Elias Ellefsen á Skipagøtu varð uppiborið kosin til dagsins besta leikara.
Níggju leikarar vóru við til at tryggja Føroyum tey 35 málini í kvøld:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Ísak Vedelsbøl 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Bjarni í Selvindi 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál
Føroyski málverjin og liðformaðurin gjørdi sítt við 10 bjargingum uppá 33 skot. Pauli Jacobsen bjargaði 30 prosent av skotunum - sumt var stórbjargingar og í undirtali.
Aleksandar “Sasha” Lacok bjargaði eisini einum skoti í dystinum.
Niðurlond vunnu eisini sín dyst á heimavølli sunnudagin. 34-29 móti Kosovo.
Sostatt gjørdist úrslitið av EM undankappingarbólki 6 hetta:
Føroyar 9 stig
Niðurlond 7 stig
Ukraina 4 stig
Kosovo
Tey fýra stigini hjá Ukraina vóru nóg mikið til at teir eisini koma við til EM-kappingina í januar.
Sí videosamrøðurnar eftir dystin:
Føðingardagsbarnið hevur nógv at fegnast um
Metingar við Mittún-brøðrunum í meldrinum
Ísak: - Hetta er stórt og nakað serligt at vera við til
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
Nummar 71 varð dagsins spælari, toppskjútti og legði upp til flest mál - samanlagt 16. Yngsta systkinabarn hansara var eisini eyðsýndur, meðan Teis Horn Rasmussen og Hákun West av Teigum vóru 100 prosent í skotum
Tað var eitt sterkt liðavrik, sum tryggjaði Føroyum 1. plássið í undankappingarbólkinum.
Í seinastu dystunum er tað týðiligt, at føroyska liðið hevur ment seg nógv á summum økjum - millum annað í verjustøðu og við tí sinnisliga.
Álopsspælið koyrir framhaldandi við góðari góðsku, og í dag gagnnýttu føroyingar beint yvir tríggjar fjórðingar av sínum skotum: 35 mál uppá 46 skot er ógvuliga gott og gevur 76 prosent - hetta eru heili 14 prosent betri enn talið hjá Ukraina.
Eftir steðgin var talan um 80 prosent hjá Føroyum. Liðið hjá Peter Bredsdorff skoraði 20 mál, og tá føru Føroyar eisini ordiliga frá Ukraina.
Elias Elelfsen á Skipagøtu skoraði flest mál (9). Føroyski spælskiparin brendi tvey skot, men tað seinna burdi verið brotskast. Serliga í 2. hálvleiki var Elias framúrskarandi. Kiel-spælarin flutti bóltin so at siga lýtaleyst og skoraði síni mál. Hann legði eisini upp til flest mál - EHF sigur fimm upplegg, men okkara hagtøl siga sjey.
Elias Ellefsen á Skipagøtu buldar ein bólt í netið hjá Ukraina. Hann skoraði uppá øll síni skot eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð valdur til dagsins spælara hjá Føroyum. Hansara "tættasti" makkari, Óli Mittún, kom, eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan av álvara í gongd. Óli skoraði seks av sjey og legði upp til fýra mál fyri Føroyar. Tað er ógvuliga torført at steðga systkinabørnunum, og tíbetur skulu føroyingar ikki hugsa um tað.
Ukraina stongdi fyri Hákuni West av Teigum í 2. hálvleiki, og tað er ein góð orsøk til tess: Hákun var púra kaldur og lýtaleysur. Füchse Berlin-spælarin skoraði upp á øll síni fimm skot, og tað var líkamikið, hvussu spískt tað var. Hann legði eisini upp til ein flúgvara hjá Eliasi í 2. hálvleiki.
Teis Horn Rasmussen var eitt veruligt beist í verjuni, og ein marra fyri Ukraina í hinum endanum. Tvær ferðir vann nummar 79 eisini bóltin og fór buldrandi allan vegin sjálur - serliga ta seinna málið av hesum var flott. Teis hevði, eins og Hákun, fimm skot og skoraði fimm mál.
Eitt øðiligt avrik hjá Teis (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum slapp ikki at skjóta eftir steðgin, men tað er tí, at nummar 17 skoraði uppá alt í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Aðrir bjóðaðu inn: Millum annað Bjarni í Selvindi við einum flottum máli í 1. hálvleiki, Vilhelm Poulsen brendi fyri steðgin men skoraði uppá síni skot í 2. hálvleiki, og so var ógvuliga stuttligt at síggja Róa Ellefsen á Skipagøtu koma inn á vøllin - fyri fyrstu ferð í undankappingini - og skora tvey goð mál, umframt Róa Berg Hansen seta føroyskt punktum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
Skulu spæla móti Slovenia, Sveis og Montenegro í Oslo í døgunum 16. til 20. januar
Slovenia úr ovasta styrkisbólki, Montenegro úr triðja styrkibólki og Sveis úr niðasta styrkisbólki.
Hetta gjørdist úrslitið av lutakastinum um bólkabýti í EM-endaspælinum 2026 hjá monnum.
Tað var greitt áðrenn, at Føroyar skulu til Oslo at spæla, og at vit harvið sluppu undan fleiri stórum hondbóltstjóðum. Á kvøldinum sluppu vit undan verandi evropameistarunum: Frakland endaði í hinum bólkinum í Oslo, har Noreg, Kekkia og Ukraina eru við.
Ístaðin endaðu Føroyar aftur við Slovenia í sínum EM-bólki. Í 2024 eydnaðist at spæla við móti slovenum; tað endaði 32-29 til Slovenia í Berlin. Hetta var helst frægasti møguleikin úr ovasta styrkisbólkinum.
Teis Horn Rasmussen hevur her lagt Føroyar á odda í Berlin í 2. hálvleiki móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)
Tá var verri úr niðasta bólkinum. Einki Ukraina, Georgia og ei heldur Italia; men Sveis sum afturat Serbia helst var sterkast av teimum úr potti 4. Hetta ger bólkin á pappírinum uppaftur tættari.
Montengro úr styrkisbólki trý var helst ikki so galið. Føroyar fingu í 2018 javnleik í Montenegro í sínum fyrsta dysti aftur í einari EM-undankapping.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Tróndur Mikkelsen er tó greiður yvir, at EM-bólkurin er torførur. - Summi vænta, at Føroyar kunnu spæla seg víðari til meginumfarið, og tað vænti eg eisini, staðfestir viðmerkjarin Julian Johansen
Lutakastið um bólkabýtið til EM-endaspælið í manshondbólti 2026 var hóskvøldið í Herning. Har verður finaluumfarið eisini spælt, og tveir bólkar verða eisini spældar í stóru Jyske Bank Boxen.
Føroyar skulu spæla sínar bólkaspælsdystir í Unity leikhøllini í Bærum, sum er beint uttan fyri Oslo.
Hvat skal man so halda um at hava fingið Slovenia, Montenegro og Sveis í okkara bólk. Vit hava spurt landsliðsspælaran Trónd Mikkelsen og viðmerkjaran Julian Johansen, sum var hjálparvenjari til EM-endaspælið í 2024.
Slovenia:
Tróndur Mikkelsen: - Eitt tekniskt sera sterkt lið við nógvum royndum á altjóða pallinum. Hetta sóu vit í EM 24. Slovenia spælir skjótt, og hevur ofta góðar leikskipanir.
Julian Johansen: - Tað frægasta man kundi fáa úr hesum pottinum, men ein ótrúliga trupul uppgáva. Slovenia passar Føroyum illa, tí spælistílurin við skjótt frá verju til álop pressar okkum í at skipa verjuspælið - og skjótleikin hjá teimum báðum passar sum útgangspunkt okkara miðverju illa. Seinast vit møttu teimum, vóru Makuc og Janc ikki við. Eg vænti, at vit kunnu geva Slovenia harða kapping, men tað verður trupult at vinna móti teimum.
Montenegro:
Tróndur Mikkelsen: - Fysiskt sterkir og aggressivir í verjuni. Teir hava spælt eina góða undankapping, har teir hava leikt javnleik móti Ungarn.
Julian Johansen: - Hetta skulu vit vera fegin um. Montenegro var nokk veikasta liðið í triðja potti. Tá tað er sagt, so spæla teir við hjartanum, og eru øgiliga góðir í viðgongd. Montenegro er ikki kent fyri at hava serliga gott verjuspæl, so eg vænti at okkara 7:6 álopssspæl kemur at geva teimum nokk at hugsa um.
Málverjin, Simic, kann tó vera allar besti málverji í heiminum, so hann skulu vit í øllum førum hava tak á. Vit kunnu gott vinna móti Montenegro, men vit skulu spæla væl, og syrgja fyri at hava tamarhald á serliga Borozan og Vujovic, sum eru ávíkavist vinstri og høgri bakkur: Teir skjóta báðir heilt óluksáliga væl
Sveis:
Tróndur Mikkelsen: - Eitt land, ið kann skapa trupulleikar fyri tey flestu landsliðini. Sveis hevur víðani víst seg frá tí sterku síðuni síðan Andy Scmidt hevur tikið yvir, og hevur nógv góð urslit í innleiðandi kappingini.
Julian Johansen: - Heldur torført at meta um. Teirra spæl snúði seg um Andy Schmid í nógv ár, men nú er hann ikki longur á vøllinum. Men hann roynur nú sum venjari at fáa sítt snilda álopsspæl inn á vøllin, so vit koma heilt sikkurt at møta einum liði sum spælur álopsspæl í 7:6, umframt eitt álopskent og ágangandi verjuspæli.
Eins og Montenegro, so eru eisini nakrir skjúttar sum vit skulu hava virðing fyri. Stórsta stjørnan hjá Sveis stendur tó í málinum. Nikola Portner, sum til dagliga spælir í Magdeburg, kann steingja málið uppá nærskot. Leikara fyri leikara eru vit annars sterkari enn Sveis, so eg bæði vænti og vóni sigur har.
Sum heild eru spælari og viðmerkjari/venjari greiðir yvir, at lutakastið ikki var so galið, og serliga Julian Johansen torir veruliga seta orð á góðu føroysku møguleikarnar - Tróndur Mikkelsen peikar á áskoðararnar.
- Bólkurin er uttan iva torførur, men við einari sterkari føroyskari áskoðarafjøld í rygginum í Oslo hava vit allar møguleikar at gera vart við okkum. Vit hava sæð tað fyrr – tá stuðulin er har, og liðið trýr uppá tað, so ber væl til.
- Samanumtikið skulu vit vera nøgd við lutakastið. Í potti 1 og 3 fingu vit veikastu liðini og í potti 4 var okkurt lið veikari enn Sveits, men har er ikki stórur munur á.
- Slovenia sum er fyrst seeda í okkara bólki hevur í dag fingið eitt kanón lutakast, so tá teir eru glaðir sum 1’arar, mugu vit eisini vera glaðir sum 2’arsr. Føroyar eru kommar til EM fyri aðru ferð. Summi vænta at Føroyar kunnu spæla seg víðari til millum rundina; tað vænti eg eisini, sigur Julian Johansen at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
Heimasíðan hjá IHF skrivaði mánadagin, at týska hondbóltssambandið hevði hetta ynski "fyri at tryggja at nóg mikið av atgongumerkjum eru til føroyskar fjepparar". Føroysku kvinnurnar verða styrkismettar í 3. ella 4. potti
Til HM endaspøl er tað IHF. Altjóða hondbóltssamgongan kann sigast, at "gera tingini uppá sín máta". Hóast tað er ein mánaði síðani, at tað er greitt, hvørji lond hava spælt seg til HM-endaspælið hjá kvinnum seinni í ár, so er eingin styrkismeting komin út - eiheldur hava hondbóltssambondini fingið kunning um tað.
Tíggju dagar áðrenn lutakastið um bólkabýtið til endaspælið, fór Portalurin at kanna, hvussu sá út á ihf.info hesum viðvíkjandi. Tá rendu vit okum í HESA GREININA
Hon greiðir frá, hvussu Kroatia hevur fingið ta eina "Wild Card-plássið", sum er til slíkt endaspæl. Hetta verður givið til lond, sum ikki spæla seg til HM, men sum "IHF Council" metir burdi verið við.
Føroyar megnaðu at spæla javnleik móti Kroatia í EM-endaspælinum í Sveis og harvið fáa eitt søguligt endaspælsstig.
Tað, at Føroyar endaðu beint frammanfyri Kroatia í okkara EM-bólki í fjør, gjørdi, at Kroatia ikki var styrkismett til HM play-off umfarið. Har tapti Kroatia eisini við samanlagt fimm málum móti sterka spanska liðnum.
Nú er tó greitt, at kroatar kortini eisini skulu til endaspælið, ið verður í Niðurlondum og Týsklandi í november-desember.
IHF: Føroyar skulu til Trier - føroyskir fjepparar eiga høvuðsleiklutin
Tey áhugaverdu tíðindini, sæð við føroyskum brillum, vóru tey, at føroysku kvinnurnar nú eru staðsettar í ein bólk. Talan er um ein av bólkunum, sum verður í Týsklandi.
- Harafturat setti týska hondbóltssambandið seg í samband við IHF 29. apríl við uppskoti um, at Føroyar skulu setast í bólk D í Trier.
- Hetta er tí, at samskipanarnevndin vil tryggja, at nóg mikið at dystaratgongumerkjum kunnu bjóðast til allar fjepparar úr Føroyum. Hetta tí at atgongumerkjasølan, serliga til dystirnar hjá verstjóðunum í bólkaspælinum, selja ógvuliga væl.
IHF boðar á heimasíðu sínari frá, at umbønin hjá týska hondbóltssambandinum er gingin á møti: Føroyar skulu spæla í bólki D, sum verður í týska býnum Trier.
Føroyskir hondbóltsfjepparar hava sanniliga gjørt vart við seg uttanfyri landoddarnar.
Sí eisini: Føroysku hondbóltsfjeppararnir heiðraðir í Týsklandi
Føroyskir fjepparar gera vart við seg í Sveis- Eini 400-500 føroyingar vóru til søguliga endaspælið hjá kvinnum í november-desember (Mynd: Sverri Egholm)
Her eru føroyingar í Berlin. Teir fingu eina serliga virðisløn frá týska hondbóltssambandinum herfyri (Mynd: Sverri Egholm)
Møta Montenegro - høllin tekur yvir 5.000 fólk
Vertirnir og hægst styrkismettu liðini vóru longu koyrd í bólkar. Montenegro varð ásett til bólk D í Trier. Harvið skulu føroysku kvinnurnar, eins og í næst komandi EM-undankapping, spæla móti sterka Balkan-landinum til HM-endaspælið.
Tvey onnur lond koma í bólkin. Portalurin hevur fingið upplýst frá Hondbóltssambandi Føroya, at tey ikki eru greið yvir enn, um Føroyar vera í tí triðja ella tí fjórða styrkisbólkinum av teimum fýra til lutakastið 22. mai.
HSF hevur heldur ikki fingið endaligu boðini um staðsetingina nú seinnapartin, men nú hevur IHF alment upplýst, at Føroyar skulu spæla í vestara parti av Týsklandi - beint við markið til Luksemborg.
Tað búgva beint yvir 112.000 fólk í býnum, og høllin - Trier Arena, tekur umleið 5.400 áskoðarar. Týsku vertirnir og Svøríki eru ásettir til hina leikhøllina í Týsklandi. Hon er í Stuttgart. Fýra bólkar verða spældir í tveimum ymiskum hallum í Niðurlondum.
Føroysku kvinnurnar spældu seg til HM-endaspælið við tryggjum samanløgdum sigri á Litava. Tað verður fyrstu ferð, at Føroyar skulu til eitt vaksnamanna HM í hondbólti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Eftir øllum at døma skulu føroysku menninir eisini til Noreg áðrenn EM. Hetta fyri at spæla móti Danmark, Niðurlondum og Noreg í Trondheimi. Golden League-stevnan verður í november
Seinastu mongu árini hevur Golden League verið á skránni, tá endaspøl á manssíðuni nærkast. Har hava Danmark, Noreg og Frakland spælt fyrireikingardystir, umframt at eitt fjórða lið hevur verið bjóðað við.
Niðurlond hava avloyst Frakland sum fastur luttakari, og sum skilst verða Føroyar fjórða liðið í kappingini hesaferð.
Sambært okkara upplýsingum kom innbjóðing til HSF fyri einari tíð síðani. Hon var treytað av, at Føroyar spældu seg til EM-endaspælið.
Júst hetta kom uppá pláss í undanfarnu viku. Harvið bendir alt á, at Føroyar miðskeiðis í november fáa spennandi avbjóðingar í venjingardystum - endaliga kunngerðin kemur helst úr Noreg skjótt.
Føroyar spældu tveir ógvuliga tættar dystir móti Niðurlondum í mai (Mynd: Sverri Egholm)
Niðurlond stóðu Føroyar seg heilt væl ímóti í mars, Noreg er tað sterkari, men Føroyar eiga jú ein heldur minniligan javnleik móti norðmonnum. So er tað Danmark: Ferfaldu heimsmeistararnir og OL-vinnararnir verða ein risauppgáva - hóast fleiri spælarar hjá Danmark kanska verða spardir.
Golden League 2025 verður í Trondheim í november.
Føroysku menninir skulu eisini spæla tveir venjingardystir á heimavølli stutt áðrenn endaspælið. Hesir vera sum skilst við Tjarnir móti Italia í vikuni áðrenn endspælið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
21-ára gamli landsliðsmálverjin skiftir sum skilst úr Lugi í næstbestu svensku deildini til St. Gallen í fremstu sveisisku deildini
Seinasta árið hevur Aleksandar Lacok - vanliga róptur "Sasha" - spælt hondbólt í Svøríki. Hetta fyri Lugi í næstbestu svensku deildini.
Nú tekur ein av landsliðsmálverjunum eitt spenanndi fet upp: Hann skal spæla í bestu sveisisku deildini.
Portalurin hevur frætt frá fleiri álítandi keldum, at Aleksandar Sasha Lacok nú skiftir til TSV St.Otmar Handball St.Gallen.
Liðið úr St. Gallen endaði sum nummar sjey av teimum tíggju í fremstu sveisisku deildini hetta kappingarárið.
Sasha við stórbjarging í júst lidnu EM-undankappingini. Tað er ógvuliga sannlíkt, at hann skal við til endaspælið í januar (Mynd: Sverri Egholm)
Talan er um eitt spennandi stað hjá 21-ára gamla evnaríka málverjanum at spæla. Síðani Nicholas Satchwell fekk álvarsaman knæskaða hevur Sasha verið fast við A-landsliðnum, og hevur hann harvið verið við at fingið Føroyar til EM-endaspælið - sum eittari í bólkinum.
Skiftið hjá Sasha væntast at verða endaliga staðfesti heilt skjótt. Áðrenn hann byrjar tilveruna í Sveis, skal føroyingurin vera fyrsti málverji til eitt U21-endaspæl: Føroyar spæla um ein stóran mánaða í Polandi.
Í Føroyum hevur Aleksandar Lacok umboðað VÍF longst men eisini Neistan eina tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Snarljósið gjørdi systkinabarninum kynstrið eftir, og endaði væl í svenskum hondbólti. - Eg skal avstað við U21-landsliðnum, síðani vera saman við vinum og familju í Føroyum umframt at vera nógv í styrkirúminum áðrenn næsta kapittulin í Danmark
Hann kom til Svøríkis sum ein drongur, ið júst varð fyltur 17 ár. Hann fer sum besti spælarin í svenskum hondbólti.
19-ára gamli Óli Mittún fer til størri avbjóðingar, og tað er ógvuliga hóskandi, nú føroyingurin fer at fylla 20 ár, og hann er kosin til ársins spælara í Handbollsligaen.
Almenna heitið er MVP (Most Valuable Player), og 19-ára gamli hoyvíkingurin fekk 48 prosent av atkvøðunum. Tað eru venjarar í feløgum, umframt landsliðsvenjarin - fyrrverandi venjarin hjá Óli í Sävehof - sum saman við mongum ítróttartíðindafólki atkvøddu.
Talan gjørdist harvið um ein rímiliga greiðan sigur. Óli varð eisini toppskjútti ("skyttekung") og annað árið á rað besti spæliskipari í Handbollsligaen. Sävehof endurvann ikki svenska meistaraheitið, men nummar 78 endaði ógvuliga væl persónliga í Partille og í svensku hallunum.
Dygdirnar hjá Óla Mittún eru komnar landsliðnum og IK Sävehof væl við seinastu árini. Hetta var aðru ferð uppá fýra ár, at ein føroyingur gjørdist ársins spælar hjá monnumi í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)
Í summar skiftir Óli Mittún til danska GOG. Áðrenn tað er tó ymiskt á skránni - hondbóltur og annað.
- Eg havi eitt sindur av tíð, áðrenn eg skal avstað við U21-landsliðnum til HM í Polani. Síðani skal eg vera saman við vinum og familju í Føroyum - møguliga ein túr til eitt heitari land - men so eisini vera nógv í styrkirúminum áðrenn næsta kapittilin í Danmark.
Soleiðis sigur MVP í Handbollsligaen við handbollsligan.se.
Í fjør vann fyrrverandi liðfelagin hjá Óla, málverjin Simon Möller stóra heiðurin. Í 2021/22 var tað sysktinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum eisini spældi við Sävehof..
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Hetta gevur Føroyum fínar møguleikar at koma víðari, tí trý lið koma víðari úr hvørjum bólki
IHF hevur loksins kunngjørt, hvussu styrkisbólkarnar til HM-lutakastið síggja út. Og tað sær fínt út fyri Føroyar.
Hósdagin 22. mai verður greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti í Týsklandi síðst í november.
Ivamál var um, hvørt Føroyar skuldu vera í niðasta ella næstniðasta styrkisbólkinum, og nú er greitt, at vit endaðu í potti 3 heldur enn potti 4.
Hetta kann gerast týðandi. Føroyar eiga at hava góðan møguleika móti øllum úr niðasta pottinum. Av tí at trý lið koma víðari úr hvørjum bólki til HM, styrkir hetta føroysku møguleikarnar.
Angola man vera ynskimótsstøðan úr potti 2 - eitt land sum Eysturríki burdi eisini verið gott at trekt.
Úr potti eitt er longu greitt, at Føroyar fáa Montenegro ella Noreg. Montenegro man vera millim frægari møguleikarnar har. Tað er tó eitt ógvuliga sterkt lið - Noreg er tað sterkasta sum er. Eins og Føroyar, eru Montenegero og Noret longu staðsett í týska býnum Trier. Tveir bólkar verða spældir har.
Lutakastið um bólkabýtið verður um átta dagar.
Styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro
Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia
Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund at millumumfarið. Liðið, sum gerts nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Eins og í 2022 og 2023, hevur KÍ fult stigatal eftir fyrsta triðingin, og fleiri orsøkir eru til tess. NSÍ kundi fingið koppað oddadysttin sín veg – til ber at fáa javnvág í FM-stríðið aftur seinni í mánaðinum
Eftir trý ár sum suverent meistaralið hjá monnum, var á ymsan hátt ov nógv óskil og vantandi støðufesti á liðnum og kring tað serliga fyrsta partin av 2024.
Endaspurturin var góður, og í ár er nógv, sum bendir á, at KÍ í minsta lagið vinnur okkurt steyp. Liðið hjá Magnusi Powell hevur verið sannførandi í flestu landskappingardystunum, og skal eisini spæla hálvfinalur í steypakappingini móti AB. KÍ verður stórfavorittur, um liðið sum væntað kemur í steypafinaluna – eisni um mótstøðuliðið verður Víkingur.
Júst Magnus Powell hevur gjørt mun. Svenski venjarin krevur nógv, og stendur fyri ávísum støðufesti og skipan í spælinum. Hann hevur nú, eins og Magne Hoseth í 2023 og Mikkjal Thomassen í 2022, fult stigatal eftir fyrsta triðing í landskappingini. KÍ var eisini ósigrað eftir níggju umfør í 2021, men tá var ein javnleikur ímillum úrsltini.
KÍ vann oddadystin við Løkin seinasta fríggjakvøld við hørðum arbeiði og máli frá René Shaki Joensen seint í dystinum.
René Shaki Joensen og afturvendi Jákup Biskopstø Andreasen í felagskapi í nærdysti við Steffan Løkin
Magnus Powell hevur framvegis bara vunnið í kappingardystum sum KÍ-venjari: 11 av 11. Fyritreytirnar eru góðar, men svenski venjarin og hopurin gera eisini nógvi (Mynd: Sverri Egholm)
Lyklamenn aftur frá skaðum – tveir nýggir spælarar gera veruligan mun
Teir í kongabláum síggja robustir út. Ein av faktorunum til gongdina í serliga fyrru hálvu í fjør vóru nakrir skaðar til lyklaspælarar á meira verjukendu plássunum – nakað sum Víkingur hevur rent seg í, í ár.
Størsti saknurin var helst í liðformanninum og miðvallargeneralinum. Jákup Biskopstø Andreasen spældi so at siga als ikki í 2024, og hetta merktist væl hjá KÍ. Hóast nummar 8 ikki heilt er uppi á sama høga støði, sum áðrenn álvarsama fótskaðan, hevur Jákup gjørt stóran mun í 2025.
Hallur Hansson spældi als ikki í fyrru hálvu í fjør, men nú tykist tað sum um, at knæið er í nóg góðum standi til fastan fótbólt. Hallur tykist at hóska heilt væl saman við Jákupi í maskinrúminum hjá KÍ.
Sterka miðverjan við Odmari Færø og Heina Vatnsdal var ikki tøk í fyrsta . Nú er síðstnevndi í B36, meðan Odmar, sum kom aftur til evropeisku dystirnar í fjør, sær um nakað sterkari út.
Gaston Nicholas Tellechea hevur víst styrki (Mynd: Jens Kr. Vang)
35-ára gamli miðverjin við eyðkenda skegginum og mongu dygdunum hevur spælt allar minuttirnar, og hevur eisini fingið ein skikkaðn makkara. Argentinski Gaston Tellechea hevur royndir úr næstbestu deildini í heimlandinum, og 25-ára gamli argentinin hevur fyri tað mesta sæð sterkur út, síðani hann vann sær byrjanarpláss hja KÍ.
Nakrir av níggju útlendingum hjá KÍ síggja ikki út til at fara at gera so stóran mun. Men danski málverjin Mark F. Jensen, sum sá heldur ivasamir út í løtum í fjør, stendur stinnur. So er tað eisini gamli kenningurin í álopinum.
Patrik Johannessen átti sín leiklut í fyrsta FM-heitinum hjá KÍ í hesari øldini - í 2019. Síðani hevur tvørmaðurin spælt í Noregi og í Íslandi. Patrik fekk ein krossbandsskaða í 2023, og eftir eina heldur trilvandi byrjan aftur í kongabláum, hevur orkuríki maðurin verið glóðheitur seinastu vikurnar. Nógv mál og upplegg eru eitt, men Patrik Johannesen arbeiðir eisini gróthart, rennir nógv djúpt og bindur tingini væl saman frammarlaga hjá KÍ.
Patrik Johannesen verjir bóltin. Hann hevur leiklutin sum eitt slag av hangandi - ella meira fríum áleypara - aftanfyri/undir liðuni á Páll Klettskarð (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá KÍ er tað sjálvandi eisini virðismikið, at "the usual suspects" avrika væl: Páll Klettskarð skorar nógv mál og arbeiðir væl, Jóannes Kalsø Danielsen er ógvuliga støðufastur á høgra bakki, og hóast tað gekk væl hjá KÍ uttan Árna Frederiksberg í trímum dystum í apríl, so er 7'arin javnt og samt við í málum og so týðandi og avgerandi fyri KÍ-spælið.
Afturat hesum eru tey í Klaksvík ógvuliga væl nøgd við, at fleiri lokalir fáa rúmd og gera vart við seg. Hetta hevur verið ein trupulleiki seinastu árini. Jonn Johannesen hevur verið ogvuliga darvaður seinastu árini, men eftir skurðviðgerð í vetur, hevur kviki og vandamikið vongurin vant fult, og er hann nú sum so fastur maður: Júst Jonn legði eisni KÍ á odda móti NSÍ.
Dávid Biskopstø Andrasen hevur fingið alt ov lítið av dystarminuttum sum heild, tí hann hevur svingað ímillum ein hálvleik-60 minuttir á næstbesta liðnum og so ongar ella heilt fáar minuttir á besta liðnum. Nú fær 20-ára gamli bróður liðformansins størri álit, og hevur Dávid eisini tikið av - serliga í steypakappingini.
NSÍ skal nú svara aftur
Alt hetta samanlagt gevur úrslit og gott fótbóltshuglag í Klaksvík. Bláa Bylgjan er væl við, og áhugin er størri aftur. Tað er helst eisini komin ein svongd eftir steypaleysa 2024. KÍ hevur góðar fyritreytir - serliga á fíggjarlga økinum - og tá hugt verður eftir styrkini í hópinum: Mads Boe Mikkelsen er innskiftari, og Deni Pavlovic var millum teir, sum slett ikki sluppu inn við Løkin.
Kappingarárið er tó langt. Og í NSÍ-leguni var ein kensla av, at teir væl kundu - og kanska áttu at fingið trý stig burturúr fríggjakvøldið. Hetta serliga við spælinum fyri steðgin og tí, at Klæmint Andrasson Olsen hevði ein risamøguleika, sum KÍ-málverjin bjargaði, beint fyri steðgin.
Liðið hjá Jens Wedeborg hevði bert vunnið í Betrideildini undan dystinum - nú skal NSÍ reisa seg eftir inntensa og tætta dystin.
FC Suðuroy og HB eru á skránni undan KÍ á Norðoyastevnu 31. mai. Tað vil siga, at enn eitt oddabrak helst verður tá; tað kann NSÍ ikki tapa, um sambandið veruliga skal haldast til liðið, sum er ein størri FM-favorittur nú.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
07 Vestur hevur keypt hann aftur úr AGF. Hann var venjari hjá 07 Vestur í hálvtannað ár, og skal nú royna at venda skútuni. Schjønberg kemur til landið mánadagin
Á summri 2023 fór hann úr 07 Vestur til AGF, hóast Schjønberg og 07 Vestur høvdu sattmála.
Nú hendir tað øvuta. AGF skrivar á heimasíðu sínari, at felagið er vorðið samt við 07 Vestur um treytirnar, og sigur felagið farvæl við Michael eftir tvey góð góð ár.
- Schjønberg hevur hildið sambandið við 07 Vestur við líka síðani hann fór, og hann var til dystin fús beinanvegin, tá vit spurdu okkum fyri, hóast hann hevði sáttmála við AGF fyri 2025/2026 eisini, sigur Jón Nordendal ítróttarstjóri hjá 07.
Harvið hevur 07 Vestur keypt danska venjaran leysan úr danska felagnum, soleiðis at hann kann royna at venda skútuni í Sørvági.
07 Vestur er í løtuni aftast í Betrideildini við bert einum stigi fyri níggju dystir. Hetta gjørdi, at Dan Brimsvík og 07 Vestur fóru hvør til sítt.
Byrjar í næstu viku
Michael Schjønberg kom til 07 Vestur í januar 2022, stutt eftir at núverandi KÍ-venjarin, Micheal Powell, varð seldur til Svøríkis.
Í 2022 fekk 07 29 stig, endaði nummar sjey, og kom í hávfinaluna. Í mun til úrslit, stóð eisini væl til, tá danin fór í summarsteðginum í 2023.
- Framgongdin hjá felagnum var stór undir hansara leiðslu, og avgerðin hjá nevndini var tí ikki trupul at taka, tá vit fingu høvi at fáa Schjønberg aftur til felagið, sigur Jón Nordendal við síðuna hjá 07 Vestur.
Síðani hevur Schjønberg staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá AGF. Har hevur hann bæði kappingarárini leitt liðið í ovara endaspælið í bestu donsku deildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
07 Vestur hevur ongan dyst vunnið í ár og er greitt aftast í Betrideildini - Sigtór Petersen skal fyribils standa við ábygdini. Hetta er triðja árið á rað, at 07 Vestur skiftir venjara mitt í kappingarárinum
- Vit eru sera hørm um at verða komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild, og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini.
Soleiðis sigur Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur, nú felagið hevur tikið avleiðingina av vánaligu byrjanini hjá 07 Vestur.
Felagið hevur framvegis ongan sigur í 2025: Eitt stig eftir níggju umfør - fyrsta triðing - í Betrideildini og úti av steypakappingini beinanvegin.
Dan Brimsvík tók við eftir Steffan Landro í juni í fjør. Havnarmaðurin fekk 13 stig í 22 landskappingardystum hjá 07 Vestur.
Tapið móti EB/Streymi á heimavølli sunnudagin, sum venjarin ikki beinleiðis kann lastast fyri, varð seinasta uppgávan hjá Dan sum 07 Vestur-venjari. Liðið hevur fimm stig upp til strikuna og uppflytararnar TB og FC Suðuroy
Dan Brimsvík var høvuðsvenjari hjá B36 í umleið trý og eitt hálvt ár. Har vann hann eina styepakapping og kom fýra ferðir víðari í Evropa, men mitt í 2024 endaði samstarvið - heilt stutt eftir tað tók hann við í 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
Sigtór tekur aftur við - umráðandi tíðarskeið
Arbeiðið við at finna nýggjan fastan høvuðsvenjara er farið í gongd í Vágum, væntar felagið at hava eina loysn klára innan stutta tíð.
Til tá stendur ein kendur maður í felagnum við róðrið: Sigtór Petersen. Sørvingurin hevur áður spælt og verið fyribils venjari hjá besta liðnum, og hevur seinastu árini millum annað verið U-landsliðsvenjari á gentusíðuni. Har hevur Sigtór fingið fleiri góð úrslit.
Sigtór Petersen sum fyribils venjari hjá 07 Vestur í 2017 (Mynd: jn.fo)
Hetta er triðja árið á rað, at 07 Vestur skiftir høvuðsvenjara mitt í kappingarárinum. Í fjør reyk Landro - í 2023 var Micheal Schjønberg bert í fyrru hálvu.
Hetta var annað venjaraskifti í fremstu mansedeildini í ár: Sunnudagin 4. mai slitnaði millum HB og Adolfor Sormani.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025
Nýggja føroyska venjaratoymi hevði trý stig við sær eftir uppgerðina við føroyameistarnar í Sarpugerði farna vikuskiftið. Tað er óvist, hvussu leingi hetta verður loysnin í HB
Setrið hjá HB gjørdist eisini ov heitt fyri Adolfo Sormani, sum eftir 1-7 dystin móti NSÍ fyri einari viku síðani sjálvur takkaði fyri seg.
Italiumaðurin við toymi fóru av landinum og eitt nýtt venjaratoymi fór í gongd í Gundadali.
André Olsen hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá B36, NSÍ og barndómsfelagnum B68. Nú er 34-ára gamli toftamaðurin fyribils høvuðsvenjari hjá HB.
André Olsen í Sarpugerði farna fríggjakvøld (Mynd: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Afturat sær hevur André fingið tveir, sum hava roynt nógv í HB. Tróndur Jensen stóð sum hjálparvenjari móti Víkingi og Teitur Matras Gestsson sum málverjuvenjari.
Síðstnevndi gavst sum spælari í vetur. Hann hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum higartil í ár, og er nú annar av hjálparvenjarunum hjá besta liðnum.
Bóltsnillingurin Tróndur Jensen var við at vinna nøkur FM við bandómsfelagnum HB og gevur hann her nøkur góð ráð undir upphitingini í Syðrugøtu í gjár
Teitur Matras Gestsson fegnast eftir 1-0 sigurin í Sarpugerði í gjár (Myndir: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Harvið eru, aftur í ár, fleiri venjarabroytingar í Havnar Bóltfelag. Fyrsta veruliga royndin hjá føroyska venjaratoyminum eydnaðist væl: Sammy Skytte skoraði einasta málið í Sarpugerði móti skaðadarvaður føroyameistarunum, og HB heldur fyribils væl fast í 3. plássinum í Betrideildini.
So er spurningurin, hvør ætlanin er framyvir. Íslendski venjarin og ítróttarstjórin Arnar Grétarsson hevur verið settur í samband við HB, ivasamt er, um tað verður til nakað.
Í gjárkvøldi, dýra biðidag, hevði HB á heimavølli vitjan av oddaliðnum KÍ.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2025
NSÍ hevur fult stigatal, og greiði toppskjúttin varð heiðrað undan trygga sigrinum á Skála týskvøldið
Áðrenn dystin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið varð Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað sum besti í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað
Fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum varð spælt týskvøldið. Á Hoyvíksvøllinum vann B36 4-1 á FC Hoyvík, KÍ vann 3-0 á Dungasandi móti 07 Vestur, Víkingur vann 3-0 í Gundadali móti HB, og NSÍ vann 5-1 á útivølli móti Skála.
Áðrenn dysturin undir Mýruhjalla á Skála bleiv settur í gongd, bleiv besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað kunngjørdur.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og hesaferð fór Heidi Sevdal úr NSÍ, sum aftaná fyrstu átta umførini í grundspælinum hevur skorað 20 mál, avstað við heiðurinum.
Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, og nummar 3 bleiv Sunniva Willemoes úr HB.
Fyri heiðurin fekk Heidi Sevdal eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF. Tað var systur Heidi, Ansy Sevdal Jakobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
8. umfar í Betri deildini, kvinnur:
Týsdagin 13. mai
07 Vestur - KÍ 0-3 (0-2)
03' 0-1 Durita Hummeland (Eyðvør Klakkstein)
39' 0-2 Tóra Mohr (Eyðvør Klakkstein)
63' 0-3 Sólja Ernstsdóttir (Eyðvør Klakkstein)
HB - Víkingur 0-3 (0-2)
05' 0-1 Eydna Dalheim (Jensa Tórolvsdóttir)
16' 0-2 Mona Rasmusdóttir (Hanna Højgaard)
71' 0-3Eydna Dalheim (Jensa Tórolvsdóttir)
FC Hoyvík - B36 1-4 (1-1)
36' 1-0 Nomi Hansen, brotsspark
45' 1-1 Ása Lea Næss (Sára Skaalum)
53' 1-2 Ester Ellingsgaard (Bára Magnussen)
67' 1-3 Jasmin Darvishi (Ester Ellingsgaard)
73' 1-4 Bára Magnussen (Ester Ellingsgaard)
Skála ÍF - NSÍ 1-5 (1-1)
28' 0-1 Miriam Huneck
43' 1-1 Sara Benjaminsen (Alda Petersen)
57' 1-2 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
62' 1-3 Julia Naomi Mortensen (Rúna Olsen)
86 1-4 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
90+1' 1-5 Rúna Olsen
Støðan
NSÍ - 24 stig
KÍ - 18 stig
HB - 16 stig
Víkingur - 16 stig
B36 - 12 stig
07 Vestur - 6 stig
Skála ÍF - 3 stig
FC Hoyvík - 0 stig
Komandi dystir
Sunnudagin 18. mai
Kl. 12.30: HB - NSÍ
Kl. 14.30: 07 Vestur - Víkingur
Kl. 15: KÍ - B36
Kl. 16: Skála ÍF - FC Hoyvík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia - talan er um seinastu dystirnar í hesi kappingini, har Føroyar eru á 2. plássi í bólkinum
Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Fríggjadagin 30. mai
spæla tær í Moldova, og fýra dagar seinni, týsdagin 3. juni, endar hesin Nations League-bólkurin, tá Føroyar og Slovakia spæla á Tórsvølli.
Eftir fýra umfør hava Føroyar níggju stig: Liðið evur vunnið tvær ferðir á Gibraltar og einaferð á Moldova. Einasta tapið kom í Slovakia í 1. umfari, sum var í februar. Har endaði tað 3-0.
Slovakia er ósigrað oddalið í bólkinum, so talan verður um eina stóra og spennandi uppgávu 3. juni. Tað verður eisini ein long ferð til og frá Moldova áðrenn.
Í mun til fyrr í ár, tá fyrst Vaborg Østerø og síðani Eyðgerð Berg vóru við sum eykamálverjar, verður tað nú unga Gunnvá Lützen. Síðani eru eisini tvær 18-ára gamlar uttiknar, sum ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður.
Talan er um Teresu Jacobsen úr HB og Sólju Ernstdóttir úr KÍ. Tær hava gjørt vart við seg í Betrideildini og á ungdómslandsliðnum seinastu árini. Báðar vóru við U19 í Moldova herfyri, tá Føroyar vunnu sín undankappingarbólk og komu upp í A-undankappingina.
Verjuspælarin Teresa Jacobsen í tvídysti móti NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Hópurin:
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Caroline Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2025
- Tað er nógv øðrvísi enn tað, su mvit eru von við, og UEFA setur nógv krøv, men higartil hevur gingið væl at fyriskipa EM. Maria Ziskason setur eisini orð á føroyska stríðsviljan, og hvat EM gevur
Undanfarna vikuskiftið byrjaði fyrsta EM-endaspælið í fótbólti á føroyskari jørð. Hetta vikuskiftið verður avgjørt hvør fer heimaftur við heiðursmerkjum frá Evopameistarakappingini fyri U17-gentur.
Eftir seinasta dystin hjá føroysku gentunum, sum var á Tórsvølli móti Niðurlondum, tók Maria Ziskason úr FSF samanum gongdina higartil.
Tað var mest yvirskipað um, hvussu dagarnar ganga, og tað at UEFA er nógv á og krevur nógv av fyriskipanini.
- Tað eru fleiri ting, sum vit ikki eru von við, men higartil hevur gingist væl.
Maria Ziskason hevur í nógv ár arbeitt við fótbólti og serliga kvinnufótbólti. Hon heldur, at har var okkurt ítróttarligt at heinta hjá føroysku U17-gentunum, hóast munurin á maltalvunum var stórur. Eisini er gularótin har fyri skipanina sum heild.
- Eg haldi, at sum Fótbóltssamband mennast vit nógv av hesum. Vit skulu gera ymiskt øðrvísi, og nógv fólk eru í gongd allatíðina og arbeiða fyri at fáa alt at hanga saman.
Til stóru uppgávuna móti Niðurlondum í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Maria heldur, at tað veðrur spennandi, nú kappingin fer inn í seinna og avgerandi partin: Nógvir góður fótbóltur er at bjóða hjá føroyingunum, og nú eru tey í FSF og rundanum meira vand við tað ymiska.
Tórsvøllur og Djúpumýra eru karmir um dystirnar í EM-endaspælinum hjá U17 gentum. EM finalan verður á Tórsvøllu í morgin, sunnudagin 18. mai.
Hoyr alla samrøðuna við Mariu Ziskason her
Dystirnir hesa seinastu vikuna hava verið hesir:
Leygardagin 10. mai:
Niðurlond - Føroyar 9-0
Noreg - Eysturríki 0-0
Sunnudagin 11. mai:
Italia - Spania 2-1
Frakland - Poland 3-1
Mikudagin 14. mai
Hálvfinalur
Niðurlond - Frakland 1-1 - 4-3 eftir brotssparkskapping
Italia - Noreg 1-3
Dysturin um 5. pláss:
Eysturríki - Spania 1-6
Finalan millum Niðurlond og Spania verður spæld á Tórsvølli í dag, leygardagin 17. mai klokkan 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2025
Hallur Hansson, Odmar Færø og Páll Klettskarð hava sett undirskriftina á. Landsliðsliðformaðurin og verjuskansin hava longt við tveimum árum, meðan mest skorandi KÍ-spælarin eisini spælir í kongabláum í 2026
KÍ sendir sterk tekin úteftir fyri tíðina. Hetta er galdandi á vøllinum - har liðið er ósigrað oddalið og í hálvfinaluni í steypakappingini - og uttanfyri vøllin, har KÍ nú hevur longt við fýra ógvuliga týðandi spælarar. Ítøkiligar ætlanir fyri næstu árini eisini verða lagdar væl fyrr enn í fjør í Klaksvík.
Í seinastu viku var tað René Shaki Joensen, sum skrivaði undir nýggjan sáttmála. Fjølbroytti landsliðsspælarin avgjørdi síðani oddadystin í Runavík fríggjakvøldið.
Í vikuni legði KÍ grein út á heimasíðuni undir heitinum "Tvær legendur undirskrivað í dag". Annar er uppruna KÍ'ari og skýtur nógv mál - eingin hevur skorað fleiri fyri besta mansliðð felagsins - meðan hin er uppvaksin í høvuðsstaðnum og skal í størri mun skal royna at verja fyri.
Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at 35 ára gamli Odmar Færø og skjótt 35 ára gamli Páll Andrasson Klettskarð og Odmar Færø hava skrivað undir ávikavist tvey-ára og eitt-árs sáttmála.
- Tað var ongantíð nakar ivi um hvar eg skuldi spæla fótbólt, sigur Páll Klettskarð við ki.fo.
- Ja, tað vóru fleiri onnur lið, ið ryktu í meg, men eg trúgvi fult og fast upp á hetta prosjektið og KÍ, sigur Odmar Færø, ið vil røkka enn longri.
Páll Andrasson Klettskarð hevur skorað tíggju mál fyrsta triðingin, og KÍ er einsamalt oddalið við fullum stigatali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hallur var nær við at gevast
Eins og Odmar Færø, hevur Hallur Hansson skrivað undir sáttmála við KÍ, sum er galdandi til og við 2027.
- Hallur hevur sera stóran týdning fyri KÍ. Hann er ein, sum vísir vegin, ikki bert undir dysti, men sanniliga eisini undir venjing, í skiftingarrúminum og uttan fyri vøllin. Hann gongur á odda, og er eisini ein av bestu leikarum í føroysku kappingini, sigur høvuðsvenjarin Magnus Powell.
Hallur hevur verið nógv darvaður av skaðum seinastu árini - millum annað í fjør - og fyri KÍ-heimasíðuni dylur miðvallarin ikki fyri, at hann umhugsaði at gevast við fótbóltinum.
- Tað sá rættiliga svart út í fjør, og eg hugsaði eisini, um løtan var komin at gevast. Tíbetur bleiv tað ikki niðurstøðan, tí í ár føli eg meg væl, og tað er sera stuttligt at spæla við fullari orku aftur. Eg føli lítið og onki til pínu, og hugsi fyrst og fremst um at vinna næsta dystin, sigur landsliðsliðformaðurin.
Hallur Hansson saman við Magnusi Powell, sum eisini hevur sáttmála fyri næsta ár ár (Mynd: ki.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2025
Gongufelagið fekk góða móttøku á ráðhúsinum í Reykjavík og hjá ítróttafelagnum ÍA á Akranesi
Í farnu viku var eitt feralag av tilkomnum HB’arum á ferð í Íslandi í eina viku. Talan er um sokallaða gongufelagið, mannað við eldri fótbóltsleikarum, sum hvønn leygardag hittast at ganga gongutúrar runt um í Havnini og aðrastani við.
Teir hava eisini verið úti í heimi og ferðast saman fleiri ferðir, eitt nú í USA, Turkalandi, Ísrael og London.
Í farnu viku var eitt ferðalag á 12 mans í Íslandi í nakrar dagar.
Eitt nú vitjaðu teir í ráðhúsinum í Reykjavík, har teir vóru væl móttiknir.
Heimasíðan hjá Reykjavíkarborg ger heilt fitt burtur úr vitjanini, og har verður sjálvandi eisini gjørt vart við, at ferðaleiðarin á ferðini er fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavn, Poul Michelsen.
Eitt nú verður gjørt vart við, at Poul Michelsen var millum røðararnar, tá hábærsliga ráðhúsið í Reykjavík varð tikið í nýtslu í 1992. Umframt táverandi borgarstjóran í Havn, hildu eisini Davíð Oddsson, forsætisráðharri, Vigdís Finnbogadóttir, forseti, og Markus Örn Antonsson, táverandi borgarstjóri í Reykjavík røðu.
Núverandi borgarstjórin í Reykjavík, Heiða Björg Hilmirsdóttir, tók hjartaliga ímóti føroyska ferðalagnum, sum takkaði fyri blíðskapin við at tríva í at syngja vældámda føroyska vallarasangin “Eins og áarstreymur rennur”, skrivar reykjavik.is.
HB’ararnir vitjaðu eisini á Akranesi hjá fótbóltsfelagnum har ÍA, har tøtt vinarbond eru knýtt millum eldri ÍA’arar og HB’arar.
- Vit hildu eina rimmar veitslu í felagshølinum hjá ÍA. Vit vóru eini 20 fólk í tali, bæði havnarmenn og skagamenn, greiðir Poul Michelsen frá.
Sum sæt á myndini herundir, høvdu føroyingarnir tey-svørtu HB-troyggjurnar við sær á veitsluna, sum eisini fekk umrøðu í Morgunblaðnum.
HB-ferðaliðið saman við íslendskum vinfólkum á Akranesi (Mynd: Morgunblaðið)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2025
Hetta vikuskifti leikar kvinnulandsliðið í flogbólti tríggjar venjingardystir ímóti íslendska kvinnulandslilðnum. Íslendsku kvinnurnar komu til Føroyar í gjár, og fara aftur til Íslands mánadagin
Fyri bæði føroysku og íslendsku kvinnurnar, eru dystirnir liður í fyrireikingunum til CEV Silver League, sum byrjar 30. mai og heldur fram til 15. juni.
Síðani finalurnar í Bónus kappingini vóru leiktar og kappingin harvið endaði, hava føroysku kvinnurnar verið ígjøgnum eina rættuliga harða venjingarætlan.
Ciro Zoratti, høvuðsvenjari hjá føroysku kvinnunum sigur, at dystirnir ímóti Íslandi eru eitt gott høvi at royna leikætlanir í einum veruligum dysti, har leikararnir verður settur undir trýst av einum sterkurm íslendskum liði. Hartil eru dystirnir ein partur av tilgongdini at finna fram til teir 14 leikararnar, sum skulu mynda føroyska liðið til Silver League kappingina.
Yvir teir tríggjar dystirnar, fer venjarin at royna íalt 23 leikarar - tó við 14 leikarum til hvønn dystin.
Dystirnir, sum allir verða í ítróttarhøllini í Kollafirði. Fyrsti dystur varð leiktur í gjárkvøldið, siðan verða dystir í dag og sunnudagin, báðar dagarnar klokkan 14.
Fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Silver League kappingini verður í Jelgava í Lettlandi hin 30. mai. Tann dysturin verður ímóti Lettlandi. Dagin eftir leika kvinnurnar ímóti Ísrael.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2025