Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. juni 2025 | Nr. 25 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

- Við dreymum og góðari hjálp kunnu stjørnur náast

SíÐa 3

1 Leygardagur 21. juni 2025

Góðan lesihug og góða jóansøku / eystanstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein annar felagsskapur?

Føroyar eru mitt í eini tilgongd at niðurlaga ríkisfelagsskapin í teirri útgávu, sum hesin felagsskapur hevur virkað í hesi seinastu 77 árini.

Tá trý landsstýrisfólk saman við trimum ministarum úr bæði Danmark og Grønlandi týsdagin sótu í Tinganesi á hálvárliga samstarvsfundi, varð ein føroysk ætlan og ynski at lýsa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð løgd á borðið.

Út frá eftirfylgjandi tíðindafundinum millum Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen henda sama seinnapart vóru ongi tekin um, at nakað dramatiskt var farið fram á tíðindafundinum.

Mette Frederiksen ynskti ikki at gera stórvegis av viðmerkingum til føroyska ynskið, tí hon í veruleikanum ikki hevði áhuga ella stundir til at tosa um eina nýskipan saman við føroyungum í hesum døgum, har hon brúkar tað mesta av tíð síni til at brynja seg móti russisku hóttanini móti friðinum í Evropa.

Men hon vísti eisini á, at hon ikki var sinnað at koma við viðmerkingum um konkretu føroysku ynskini, tí hon “ikki vildi føra samráðingar á einum tíðindafundi”.

Føroya landsstýrið hevur hinvegin verið óvanliga spakt í lanseringini av hesi breiðu semjuni um føroysku ynskini á ríkisrættarliga økinum, har tað serliga er føroyskur limaskapur í altjóða felagsskapum og fríhandilsavtalur, sum eru ovast á ynskilistanum.

Hugsa vit okkum aftur til landsstýrið, sum sat í árunum kring aldarskiftið, so má sigast, at landsstýrið og teir fimm flokkarnir í semjuni hava gingið óvanliga stillisliga um hurðarnar í hesum máli.

Ongar proklameringar, lyfti, herróp og yvirlýsingar um hvat vit fara at krevja. Tí hesaferð er tað við ynski um at fáa eina semju, sum báðir partar kunnu sættast við. Hetta tí, at ikki einans er føroysku hugburðurin broyttur, men sanniliga eisini danski, tí tað tykist vera alsamt størri forstáilsi fyri føroysku ynskjunum frá danskari síðu, so hvørt sum vit gerast minni knýtt at peningastuðuli úr ríkiskassanum.

Og ikki minst ljóða nýggj ljóð frá Tjóðveldi, sum við nýggju forkvinnuni frá fyrsta degi hevur hevur argumenterað fyri tøttum og umfatandi samstarvi við Danmark, eisini eftir at vit eru lýst sum sjálvstøðug tjóð. Tað var ikki gamalt.

Eftir stendur so ein flokkur, sum ikki vil vera við, tí hesum flokkurin gongur heilhjartaður inn fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Men er veruleikin ikki tann, at ríkisfelagsskapurin ikki longur stendur til at bjarga í sínum núverandi líki?

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1725

    Lisnar síður: 7376

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 21. juni 2025

Portalurin og FM1 undir samstarv

- Hetta fer at styrkja bæði miðlarnar og journalistikkin

Bárður Kass Nielsen, Durita Adela Joensen og Sverri Egholm (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Portal.fo

Portal.fo og FM1 fara nú undir samstarv.

Portalurin er størsti netmiðil í Føroyum, meðan FM1 er størsta privata útvarpsstøð í landinum. FM1 rekur eisini útvarpsrásina Voxpop og heimasíðuna fm1.fo.

Við at fara undir samstarv – og yvir tíð leggja redaktiónirnar saman – styrkja vit tað journalistiska umhvørvið og skapa grundarlag fyri bæði dygdargóðum og fjølbroyttum innihaldi. Hetta gevur møguleikan at gera meira og betri journalistikk.

– Portalurin og FM1 líkjast nógv í grundhugsan og arbeiðslag. Við einum tøttum samstarvi kunnu vit styrkja okkara støðu munandi – bæði fakliga og við atliti til dygdina í tí, vit bjóða okkara lurtarum og lesarum, sigur Durita Adela Joensen, stjóri á FM1.

FM1 hevur longu eina rúgvu av góðum sendingum og eina serliga sterka støðu innan ítróttafrásagnir. Við Portalinum hevur útvarpsstøðin betri møguleikar at røkka longur út á netinum.

- Eisini hevur Portalurin eina sterka støðu á netmarknaðinum. Við einum útvarpsparti afturat – og viðkomandi vitanini úr FM1 – verður henda støðan bara styrkt, sigur Sverri Egholm, ábyrgdarstjóri á Portalinum.

- Í fyrstu atløgu halda miðlarnir fram at virka hvør sær, men ætlanin er at flyta saman í somu hølir, so tilfeingið og orkan kunnu gagnnýtast enn betur, sigur Bárður Kass Nielsen, sum er stjóri á Portalinum.

Samstarvið hevur við sær, at feløgini sum reka Portalin og FM1, verða løgd undir sama móðurfelag.

Stjóri er Bárður Kass Nielsen. Sverri Egholm heldur fram sum ábyrgdarstjóri á Portalinum og Durita Adela Joensen heldur fram sum stjóri á FM1.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

3 Leygardagur 21. juni 2025

- Við dreymum og góðari hjálp kunnu stjørnur náast

Poul Andrias Ziska gjørdist av álvara ovfarin tá tað vísti seg, at tað vóru tvær stjørnur, sum nýggja matstova hansara, PAZ, hevði fingið frá Michelin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkini trokaðust í lítlu matstovuni undir Hotel 62 N seinnapartin í gjár fyri at ynskja stjørnukokkinum Poul Andriasi Ziska og hansara fólkum tillukku við teimum báðum stjørnunum, sum hann fekk frá Michelin mánakvøldið.

Maðurin sjálvur handan matstovuna PAZ var tó skjótur at gera vart við, at hóast hansara navn stóð undir stjørnunum, so er tað ikki einans hann, sum eigur heiðurin, men øll fólkini rundan um hann, sum eru við at fáa alt at rigga, og ikki minst teimum, sum hann hevur møtt á leiðini fram til hetta, at hava egna matstovu við tveimum Michelin-stjørnum.

[object Object]

Ongir 2 stjørnaðar munnbitar

PAZ hevði bjóða týðandi fólkum til móttøku á matstovuni í gjár til ein munnbita og eitt glas av góðum víni fyri at hátíðarhalda stjørnurnar.

Men Poul Andrias er ikki bara lítillátin – hann er eisini ærligur. So hann byrjaði røðu sína við at takka Hilton fyri at vera komin við munnbitum og Omaná fyri at koma við køkum til allar gestirnar á móttøkuni.

Tí Poul Andrias hevði longu um kvøldið fulla matstovu, og gestirnir hava fyrstu raðfesting, so har vóru ikki stundir til at gera tvey-stjørnaðar munnbitar til móttøkugestirnar.

Gevið dreymunum ans

Í røðu síni kom Poul Andrias inn á hetta at hava dreymar, og at geva sínum dreymum ans.

Sum 14 ára gamal vildi hann heldur sleppa at arbeiða á pizzaria enn at ganga í skúla. Tá kveiktist áhugin fyri matgerð, og kanska var dreymurin um at hava egna klassa matstovu longu tá.

Hann fekk lærupláss sum kokkanæmingur, fyrst hjá Leif Sørensen á Gourmet og teir fluttu seinni niðan á Hotel Føroyar.

Geranium og Koks

Útlærdur á hotellinum fór Poul Andrias uttanlands at royna at liva onkrar av dreymum sínum. Hann arbeiddi sum óløntur kokkur, niðjast á tignarstiganum, á mætu matstovuni Geranium í nakrar mánaðir. Og har fekk hann snoddað eitt sindur til hetta við heilt fínum matkynstri saman við kokkum, ið luttaka í heimsmeistarakappingini, Bocuse d’Or, og hetta legði helst løg aftur at dreymunum hjá unga havnardronginum.

Síðan fekk hann møguleika fyri at vera við til at menna Koks til tað, sum Koks gjørdist til, fyrst við einari stjørnu, síðan við tveimum og so við flytingini til Grønlands, har alt skuldi byggjast upp aftur frá botni.

[object Object]

Stjørnudreymar

Og tá tað ævintýrið var av, stóðst møguleikin at fara aftur til upprunadreymin – at hava egna matstovu, og tað er tann dreymin hann nú livir beint í við matstovuni PAZ í Dr. Jacobssens gøtu í Havn.

- Eg hevði ikki droymt um at tað skuldi ganga so skjótt, viðgekk Poul Andrias, sum greiddi frá, at tað ikki var av tilvild, at hann lat matstovuna upp 9. apríl.

- Eg visti, at so hevði eg ein møguleika fyri kanska at fáa eitt viðmæli í Micheline guidini hesaferð. Og kanska ein møguleiki fyri at fáa eina stjørnu.

Og dreymurin um stjørnuna fekk veingir, tá hann fyri nøkrum vikum síðan fekk innbjóðing um at vera til staðar til Micheline-tiltaki, ið varð hildið í Odsherred í Norðursælandi í hesi vikuni.

- Eg var ikki nevndur til tær fyrstu smærri útnevningarnar, og var heldur ikki millum teirra, ið fingu eina stjørnu, tá eg so varð róptur fram at fáa tvær stjørnur, var tað fyrsta eg hugsaði: What! Síðan: Fokk. Tí hvussu skal eg kunna liva upp til væntanirnar til tvær stjørnur?

- Starvsfólkini, sum eg havi afturat mær passa at sita í einari hornasovu. Aðrar matstovur við tveimum stjørnum hava kanska 70 starvsfólk at taka sær av gestunum.

[object Object]Sirið Stenberg heldur røðu. Aftan fyri menninir handan PAZ, Poul Andrias Ziska og Leivur Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm) 

Verðinsmaður mitt í Havn

Dreymurin hjá Poul Andriasi er nú vorðin veruleiki. Nú er avbjóðingin at liva upp til væntanirnar. Tað, sum ungi kokkurin sigur seg hava lært er, at ein skal vera varugur við teir dreymar, ein hevur, eisini sum ungur. Men hann viðgongur eisini at hann hevur verið heppin, tí nógv hevur eydnast á leiðini. Hann hevur eisini verið heppin at koma fólk rundan um hann hava skumpa hann fram, og so hevur hann eisini verið heppin at hava fingið góð fólk rundan um seg, sum hava stuðlað honum.

Á móttøkuni segði Sirið Stenberg, varaløgkvinna, eisini nøkur orð. Hon kallaði tað fyri eitt ómetaligt bragd, sum Poul Andrias Ziska og PAZ hava framt.

- Men við dugnaskapi, dreymum, visjónum og kanska eisini eitt sindur av hepni, so ber tað til at náa stjørnunum – eisini í Føroyum. Tú ert ein verðinsmaður mitt í Havn – størri verður tað neyvan, segði Sirið Stenberg millum annað. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

4 Leygardagur 21. juni 2025

700 krónur pr. stjørnu pr. gest

So nógv er prísurin fyri at eta á PAZ dýrkaður eftir Michelin stjørnurnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um tú vart á PAZ mánadagin, so skuldi tú av við 3.200 krónur fyri mat- og vínmenu. Um tú bílegði borð týsdagin, skuldi tú rokna við at skula av við 4.600 krónur fyri tað sama.

So stóran týdning hava Michelin stjørnurnar fyri eina matstovu. 1.400 krónur pr. gest – 700 krónur pr. stjørnu.

Tá PAZ lat upp fyrst í apríl var kostnaðurin fyri matin (tasting menu) 1.800 krónur, fyri vínskránna (wine pairing) 1.400 krónur og fyri rúsfríar drykkir ístaðin fyri vín (non-alchholic pairing) 700 krónur.

Nú eru prísirnir, sambært paz.fo, broyttir til ávikavist 2.500, 2.100 og 995 krónur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

5

Størv

Landsliðsfyrisitari (Barsilsstarv)

Meira Umsóknarfreist: 29. juni 2025

Bakkafrost søknast eftir arbeiðsfólki til góðskingarvirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. juli 2025

Vónin søkir eftir sølu- og kundasamskipari innan alivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 25. juni 2025

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum ráðgeva

Meira Umsóknarfreist: 30. juni 2025

Fíggjar- og greiningarfólk til Betri Trygging

Meira Umsóknarfreist: 14. juli 2025

Útkoyrandi mekanikari

Meira Umsóknarfreist: 07. juli 2025

Arbeiðsfólk til verkið á Sundi

Meira Umsóknarfreist: 24. juni 2025

Fulltrúi til Uttanríkistænastuna – farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 08. juli 2025

Serveringsfólk til Irish Pub

Meira Umsóknarfreist:

KJ søkir verkfrøðing ella framleiðslutøkning

Meira Umsóknarfreist: 25. juni 2025

Stjóri til Pelagos Pf

Meira Umsóknarfreist: 01. juli 2025

Serfrøðingur til elmálaratoymið hjá Sev

Meira Umsóknarfreist: 24. juni 2025
6 Leygardagur 21. juni 2025

- Ring á hotelklokkuna og fá eina minniliga matuppliving

Soleiðis skrivar Michelin guidin um nýggju 2-stjørnaðu matstovuna, Paz. Matstovurnar Ræst og Roks verða eisini viðmældar í nýggjastu guide'ini fyri Norðurlond

Matstovan Paz heldur til í niðastu hædd á Hotel 62N (Mynd: Hotel 62N)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánakvøldið vórðu Føroyar ríkaðar við enn eini matstovu við tveimum stjørnum frá Michelin guidini. Talan er um spildurnýggju matstovuna Paz hjá Poul Andrias Ziska, sum fyrr stóð á odda fyri Koks.

Paz liggur í niðastu hædd á Hotel 62 N í Dr. Jacobsensgøtu í Havn.

[object Object]

[object Object]

Blaðar tú upp í nýggjastu útgávuna av Michelin guide’ini stendur soleiðis skrivað um tvey-stjørnaðu matstovuna Paz (leysliga týtt):

Afturkomin úr Grønlandi, valdi fagnaði kokkurin, Poul Andrias Ziska, at byrja sína egnu matstovu í einum ósnobbutum føroyskum hotelli. Ring á klokkuna í móttøkuni fyri at byrja eina søguliga og minnilita uppliving, har evnaríka toymið borðreiðir við eini røð av glæsiliga sniðgivnum rættum, skaptir úr rávørum frá nærliggjandi sjógvi og landi, ið heiðra staðbundnum siðum við einastandandi endurtulkingum av lokalum uppskriftum. Vínið og rúsfríu drykkirnir afturvið eru perfekt parað við góðskurættirnar, ið hava persónligheit, eitt nú toskur á kremutum kálpouré við tara

Tað er eitt stórt avrik at fáa tvær stjørnur frá Michelin. Tað eru einans sjey matstovur, sum hava tvær stjørnur. Tær eru: Alchemist, Aoc, Kadeau, Konan og Kong Hans Kælder í Keypmannahavn, Frederikshøj í Aarhus og Henne Kirkeby Kro í Henne.

Eisini eru tríggjar matstovur við trimum stjørnum: Geranium og Noma í Keypmannahavn og Jordnær í Gentofte.

[object Object]
Poul Andrias Ziska kann nú aftur prýða seg við einum kokkajakka við tveimum stjørnum á (Mynd: EPA)

Ræst og Roks fáa viðmæli

Men tað er ikki einans Paz, sum Michelin viðmælir í nýggjastu guideni. Aftur í ár eru tvær matstovur, sum fáa viðmæli, tó uttan stjørnur ella sokallan BibGourmand. Tað merkir, at eisini tær kunnu seta eitt reytt Michelin-merki við inngongdina, tó uttan stjørnu ella annað frámerkið.

Talan er um tær báðar matstovurnar í Gongini Ræst og Roks.

Um Ræst skrivar Michelin nakað soleiðis:

Royn, í staðin fyri vanliga borðið, møguleikan at sita við langborðið saman við øðrum í hesum siðbundnu flagtaktu húsunum við eyðkendum spísistovum har lágt er til lofta. Navnið merkir ‘fermentera’, og matskráin melur av sonnum kring gering og búning við innlitið í føroyska matarvin og -smakkin. Rættirnir eru djarvir, kreativir og væl umhugsaðir.

Og um Roks stendur nakað soleiðis:

Henda systirin hjá Ræst er í einum fornum, flagtaktum bygningin við rustikkum hølum, einum avslappaðum stemningi og prátingarsomum starvsfólkum. Matskráirnar endurspegla ríkidømið í havinum rundanum, frá lokalum skeljadjórum til hummar og grønlendskar sjókrabbar. Allir rættirnir eru gjørdir við neyvleika fyri at lata upp fyri natúrliga smakkinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

7 Leygardagur 21. juni 2025

- Sum at fara á eina gandaferð innan matarlyst

Matdómarin hjá Michelin guide'ini er fullur av hálovan av matupplivingini, sum hann hevði á matstovuni PAZ í Havn, sum í gjár fekk tvær stjørnur. Tað eru fáir kokkar í verðini eins og Poul Andrias Ziska

Poul Andrias Ziska (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Matdómarin ella inspektørurin, sum tey rópa tað er bergtikin av matinum, sum Poul Andrias Ziska og hansara fólk borðreiddu við, tá hann vitjaði á PAZ.

Eftir at PAZ og Poul Andrias vórðu krýnd við tveimum Michelin stjørnum mánakvøldið, hevur Michelin kunngjørt alt eldhugaða ummælið, sum teirra ónavngivni útsendi hevur skrivað frá vitjanini á matstovuni í Dr. Jacobsensgøtu í Havn.

[object Object]

Vit hava gjørt eina roynd at týða tað mesta av tekstinum til føroyskt:

--

Í Føroyum búgva bara umleið 55.000 fólk. Tíbetur fyri tey, er ein teirra Poul Andrias Ziska. Ein ómetaliga evnaríkur kokkur, við hóskandi forbókstavunum PAZ, hann er komin heimaftur eftir eina tíð í Grønlandi – og sanniliga er tað ein heimkoma. Við einum sløð av kreativiteti her og einum leiklistarligum farra har, hevur Ziska skapt enn eina tølandi matuppliving – eina, ið smakkar eins væl og hon sær út.

Frá dýrabæru byrjanini av míni vitjan til framúrskarandi endan, leveraði PAZ eina uppliving, sum uttan iva ger, at hann hevur uppiborið tvær Michelin-stjørnur. Kom við ein túr handan leiktjøldini á míni vitjan til PAZ, har eg greiði frá hví hon er so eitt sjáldsamt matarupplivilsi.

Døm ongantíð eina bók...

Tá eg nærkkaðist PAZ gjøgnum smølu, sjarmerandi gøturnar í Torshavn (føroyski høvuðsstaðurin, meira á stødd við ein lítlan enskan bý), fann eg matstovuna fjalda aftan fyri líndraperað vindeygu í einum heldur lítilátnum hotelli. Eg ringdi á klokkuna við inngongdina, og varð skjótt fluttur inn í ein meira serligan heim – fyltan við framúr gestablídni.

Tænastutoymið heilsaði mær við einum smíli, tá eg kom innar, áðrenn eg var kunnaður um teir líka so blíðu kokkarnar, sum allir vóru upptiknir av arbeiði í opna køkurin. Høvuðskokkurin Ziska sjálvur var eisini til staðar, greiddi frá hugburðinum á matstovu síni, og sýndi fram serligu rávørurnar frá oyggjunum. Eg setti meg við eitt av yvirstóru træborðunum við fullum køksútsýni og lat meg fylla við spenningi og væntanum.

[object Object](Mynd: Sunnvá Eysturoy Lassen / PAZ)

Sum eitt klokkuverk

At kokkarnir vóru við til at taka ímóti mær, var eitt greitt tekin um tað, ið koma skuldi, tí teir høvdu ein virknan leiklut í allari tænastuni. Ziska er ein miðvísur persónur, sum fyri vist fær tað besta burtur úr sínum herliði í køkinum – tey eru næstan fleiri enn tað eru gestir – sum ger sítt arbeiði við eini stillari ró. Millum rættirnar legði tað nógv aftur at mínari uppliving, at kunna síggja hesi matlistarfólk útføra sín gand við neyvleika.

Tænaratoymið hevði eisini ein týðandi leiklut í míni njótilsi, og tey dugdu at forútsiga hvønn ein tørv hjá gestunum við einum ómakaleysum yndi, ið gav rúminum frið. Tey eggjaðu mær til at velja vínskránna afturvið, eg lat meg gleðiliga lokka, og kundi njóta eina framúr útvalda vínskrá í fullkomnum samljóði við óvæntaðu smakksupplivilsini.

Har siðvenjan møtir nýhugsan og stórt møtir lítlum

Eitt, sum eg altíð havi bitið merkið í við Poul Andrias Ziska, so hvørt sum hann hevur uppbygd sítt heimsumfatandi umdømi, er, at hansara kærleiki til føroyskar rávørur er ódeyðiligur. Fyri at skapa rættir, har stóru smakkirnir spreingjast, og hugskot, hugsar hann fyrst í smáum, hugsar lokalt. Gjøgnum alla máltíðina njóti eg kjøt, sjógæti og grønmeti úr øllum Føroyum, alt í einastandandi góðsku, ið ikki kann noktast.

[object Object]
(Mynd: Sunnvá Eysturoy Lassen / PAZ)

Rættirnir eri ikki bara gjørdir úr rávørum úr nærumhvørvinum, men teir vísa virðing fyri lokalum siðum, eins og teir bjóða klassiskum føroyskum uppskriftum av. Rættur oman á rætt av allarbesta sjógæti, varð fylgdur við onkrum undurfullum og hjartanemandi – alt gjørt í stórbærum støði í fínleika, skilviti og virðing. Sjóðaður og ræsaður matur eins og tær makaleysu sósirnar við ótrúligari smaksdýbd og lýtaleysari javnvág.

Talið av framúrskarandi rættum, sum eg njóti á vitjanini, er ov stórt til at eg kann nevna teir allar, men her eru nakrir, sum serliga hugtóku.

(síðan fer dómarin inn í lýsingar av nøkrum av rættunum, sum vórðu borðreiddir á vitjanini. Tað er trupult at fáa allar smálutir við, og tí verður ikki gjørd ein roynt at týða hendan partin av tekstinum. Men hann nevnir rávørur, so sum jákupskel, gággur, jomfrúhummara, ræst kjøt við rót og skerpikjøt á rugbreyði. Upprunateksturin kann lesast her. Endin á frásøgnini kemur herundir)

Nakrir tankar at enda

Eg havi verið ummælari hjá Michelin guide’ini í nógv ár, og sjáldan, um nakrantíð, havi eg vitjað eitt so fjarskotið ferðamál sum Føroyar. At siga, at vitjanin á PAZ hjálpir til at gera túrin verda tíðina, ið brúkt verður, hevði verið at undirdríva. Tað eru fáir meira evnaríkir og natúrligir kokkar enn Poul Andrias Ziska. Hann er stillførur, miðvísur kokkur, sum á sín egna hátt hevur havt eina ovurstóra ávirkan á føroyska matgerð. At eta á PAZ er at smakka føroyska DNA’ið og sum at fara á eina gandakenda ferð innan matgerðarlist. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

8 Leygardagur 21. juni 2025

Mette vil heldur bjarga vesturheiminum

Trygdarpolitiska støðan er álvarslig, sigur danski statsministarin. Ovastin í donsku verjuni var við á fundinum millum stjórnarleiðarnar í ríkisfelagsskapinum í Tinganesi týsdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin legði Aksel V. Johannesen, løgmaður fram føroysku ynskini um broytingar í ríkisrættarligu støðuni millum Føroyar og Danmark.

Men sambært tíðindafundinum í Stokkastovuni í Tinganesi, so skulu føroyingar ikki rokna við at nakað av týdningi hendur á hesum øki í bræði.

Tí Mette Frederiksen, danski statsministarin, tykist ikki at hava stundir til at ganga føroysku ynskjunum á møti her og nú.

Hon er ikki avvísandi fyri at tillaga viðurskiftini, men tað eru aðrar uppgávur, ið treingja seg meira uppá.

- Mítt fokus í løtuni er at bjarga vesturheiminum – og forða fyri at russar finna upp á at fremja fleiri álop í Evropa, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum.

Hon legði fleiri ferðir áherðslu á, at tað er ein álvarsmikil og vandamikil tíð, vit liva í trygdarpolitiskt. Og hetta var eisini orsøkin til, at danski verjuovastin var við á fundinum millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum í Tinganesi í dag. Hetta er ikki hent fyrr.

Stjórnarleiðararnir søgdu onki um hvat kom fram á fundinum við verjuovastan, tí slíkt fer fram í trúnaði. Men hetta vísir, at trygdarpolitiska støðan verður tikin í allar størsta álvara.

Í hesum sambandi segði Mette Frederiksen millum annað, at hon gleddist um, at Nato nú tekur hóttanina í Norðuratlantshavi og í Grønlandi í størsta álvara.

Og sum hon fyrr hevur sagt, so er neyðugt at gera stórar íløgur í verjuni av Evropa og vesturheiminum, tí alt bendir á, at álvarsliga trygdarpolitiska støðan ikki er ein løtuhóttan, men ein hóttan, sum fer at standa við í longri tíð.

Hetta er eisini orsøkin til, at Danmark hevur sett sær fyri at gera stórar íløgur í verjuna í komandi árum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

9 Leygardagur 21. juni 2025

Góðar samrøður – ongi lyfti

Løgmaður vónar framvegis at fáa uttanríkispolitisku ynskini upp á pláss í hesum valskeiðinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað vóru nógv orð um góðan vilja um vinalag og samanhald. Men løgmaður fekk onki lyfti um fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum á samstarvsfundinum millum Danmark, Grønland og Føroyar í Tinganesi týsdagin.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa størri heimildir á nøkrum økjum. Tað er breið semja í Føroyum um, at vit eiga at fáa betri atgongd til nakrar millumtjóða og altjóða felagsskapir, segði løgmaður, og nevndi í hesum sambandi alheims handilsfelagsskapin WTO og Efta, hvørs lond hava lokkandi avtalur við ES.

[object Object]

Status quo er ikki ein møguleiki

- Eisini er eitt breitt ynski úr Føroyum um at fáa viðurkenning í altjóða olympisku nevndini, IOC, so at okkara ítróttafólk kunnu luttaka til olympisku leikirnar.

- Okkurt skal henda á hesum økjunum. Status quo er ikki ein møguleiki, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Men tá hann varð spurdur nærri inn til hvørji lyfti hann hevði fingið, og nær vit skulu rokna við, at nakað hendir á hesum økinum, gjørdist svarið ikki eins greitt.

Tað er vilji frá danskari síðu at tosa um tingini, og løgmaður vónar, at tey kunnu vera komin upp á pláss innan hetta løgtingsvalskeiðið er av. Tí roknar hann við, at fáa høvi at tosa við donsku stjórnina um hetta føroyska ynskið í næstum, men sum skilst, er ongin fundur avtalaður.

[object Object]

Ríkisfelagsskapurin er ikki statiskur

Eftir svarinum frá Mette Frederiksen at døma, so hevur hon ikki stundir til at føra samráðingar um hetta. Hon er fult upptikin av hóttandi trygdarpolitisku støðuni í heiminum.

Hon er tó heldur ikki avvísandi fyri føroysku ynskjunum.

- Sjálvandi skulu vit dagføra og nýmótansgera ríkisfelagsskapin – slíkt samstarv er ikki statiskt, sum annars brúkti tað nógva av tíðini til at tosa um trygdarpolitikk, nú danski verjuovastin eisini luttók á samstarvsfundinum. Grønland hevur verið undir órímiligum trýsti frá danskari síðu, og tað er av týdningi at styrkja um verjuna í Norðuratlantshavi, segði danski statsministarin.

Lovar íløgur til Grønlands

Annars lovaði Mette Frederiksen eisini, at danska stjórnin hevur sett sær fyri at gera íløgur í Grønlandi, sum kann føra tað grønlendska samfelagið fram á leið.

[object Object]

Upp á fyrispurning um tað er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevði sett gongd á henda vælviljan frá danskari síðu, vildi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, ikki svara upp á.

Men hann vísti á, at tað er av alstórum týdningi fyri Grønland, at neyðugar íløgur verða gjørdar til tess at lyfta grønlendska samfelagið.

- Um vit skulu kenna okkum vird, má Danmark eisini koma við íløgum, so Grønland kann menna seg og fáa eitt sterkari grundstøði at standa á og við størri sosialari ábyrgd, segði Jens-Frederik Nielsen.

Viðvíkjandi íløgum í Føroyum nevndi Mette Frederiksen ætlaða fongslið, sum í næstum skal byggjast við Áir, og nevndi annars, at tað mest er á rættarmálsøkinum og ikki minst á trygdar- og verjuøkinum, at íløgur verða gjørdar. 

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

10 Leygardagur 21. juni 2025

Ríkisfundur í Tindhólmi

Løgmaður kunnaði grønlendska og danska stjórnarleiðarunum um føroysku ynskini um víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum. Málið skal viðgerast víðari á samstarvsfundinum í morgin

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / stm.dk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ríkisfundur millum Aksel V. Johannesen, Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen var úti í Tindhólmi mánadagin.

Ríkisfundurin er vanliga ein óformellur millum teir tríggjar stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum uttan embætisfólk og uttan at fundarfrágreiðing verður skrivað.

Tí er tað lítið, sum kemur alment fram um, hvat stjórnarleiðararnir eru komnir fram til á hesum fundinum.

Týsdagin var fundur í samstarvsráðnum í Tinganesi. Á hesum fundinum vóru fleiri landsstýrisfólk og ministarar við, og varð hildin á meira formellum støði.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í samrøðu við Kringvarpið mánadagin, at hann á fundinum í Tindhólmi kunnaði grønlendska formanninum fyri Naalakkersuisut, og danska statsministaranum um føroysku ynskini um víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum.

- Vit koma nærri inn á hetta á fundinum í morgin, og tá fáa vit at síggja og hoyra, hvat tey siga um hesi ynski frá danskari og grønlendskari síðu, segði løgmaður, sum legði afturat, at allir flokkarnir í Føroyum eru samdir um hvørjar heimildir tað er, vit hava tørv á, meðan tað er ein av flokkunum – Sambandsflokkurin – sum ikki er samdur við hinum flokkunum í, hvussu vit fáa hesi ynski uppfylt.

[object Object]
Jens-Frederik Nielsen, Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

11 Leygardagur 21. juni 2025

Landskassin fær nú bøturnar

Nýggj avtalað við donsku stjórnina undirskrivað í vikuna. Ferðslubøturnar fara tó framvegis í statskassan

Frá vinstru Bjarni K. Petersen, Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Peter Hummelgaard (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgmálaráðið og Justitsministeriet hava arbeitt við at broyta býtið av sektum millum landskassan og statskassan. Arbeiðið hevur borið á mál, og í dag skrivaðu Føroya Landsstýri og danska stjórnin undir nýggja avtalu um býtið av sektum, boðar løgmálaráðið frá.

Avtalan hevur við sær, at frá 1. januar 2026 fara inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í yvirtiknum málum, í landskassan, meðan inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í felagsmálum, fara í statskassan.

Undantikið hesi avtalu eru inntøkur, sum stava frá handhevjingini hjá løgregluni í Føroyum av føroysku ferðslulógini. Hesar fara framhaldandi í statskassan.

- Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís. Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum.

- Í longri tíð hevur tað verið sæð sum órímiligt, at føroyskir myndugleikar áseta bøtur til føroyskar fyritøkur, og pengarnir enda í danska statskassanum. Tí gleðir tað meg, at avtalan er undirskrivað, og loysnin er funnin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Eisini fegnast danski løgmálaráðharrin um nýggju avtaluna:

- Eg skilji væl ynskið hjá landsstýrinum um at broyta býtið av sektarágóðum. Tí fegnist eg um, at vit í dag hava skrivað undir eina góða avtalu, so vit tryggja, at bøtur, sum føroyskir myndugleikar krevja inn, fara í føroyska landskassan, sigur Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri. 

Avtalan sæst her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

12 Leygardagur 21. juni 2025

Selja íbúðirnar við Dalavegin sum lutaíbúðir

Bústaðir selja íbúðir í Havn sum lutaíbúðir. Prísirnir eru úr 2,75 upp í 4,9 milliónir

(Mynd: Bústaðir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Íbúðirnar sum Bústaðir hevur bygt við Dalavegin í Havn verða seldar sum lutaíbúðir.

Hesum boðar Bústaðir frá. Talan er um 44 bústaðareidnir í ymiskum støddum, og keypsprísurin tekur støðið í tí kostnaði, sum verkætlanin samlað hevur kostað umframt mett virði av grundøkinum.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanin er knappar 170 milliónir krónur, og kosntaðurin verður býttur í 44 partar, har atlit er tikið til stødd, innrætting, staðseting, útsýni og so framvegis.

Prísirnir eru ávikavist 2,75, 2,85, 2,875, 3,0, 4,1, 4,5 og 4,9 milliónir krónur.

Fólk, sum búgva hjá Bústøðum ella eru uppskrivaði hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt til at ogna sær ein lut. Eftir tríggjar vikur verða tær lutaíbúðirnar, sum ikki eru seldar tá, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

13 Leygardagur 21. juni 2025

Nýggi Fámjinstunnilin letur upp mikudagin

25. juni verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggi Fámjinstunnilin letur upp. Tunnilin er 1.200 metrar langur

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin 25. juni 2025 verður hátíðarhald í sambandi við at nýggi Fámjinstunnilin letur upp.

Talan er um ein tunnil á 1.200 metrar, umframt nýggjar vegir í Øravík og Fámjin á tilsamans 1.450 metrar. 

Hátíðarhaldið verður kl. 14 við tunnilsmunnan Øravíkarmegin (við Ánna í Svartatungum) og tá fer landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Jóhan Christiansen, at halda røðu, umframt heilsanir frá Jóannis Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, Sigtór A. Petersen, stjóra í Pf. J&K Petersen og Marjun W. Thomassen, stjóra á Landsverki.

Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Hornorkestrið framførir eisini verk, ið er gjørt til høvið. Talan er um verkið “Merkið”, ið Pauli Hansen hevur skrivað. 

Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14:30, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og Landsverk bjóðar saman við Fámjins kommunu og Tvøroyrar kommunu til drekkamunn við bygdahúsinum Vesturhøll í Fámjin. 

Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Hvistan (felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy) høvi at renna/ganga/trilla og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin. Møguleiki er fyri at ganga/renna/trilla aftur og fram ígjøgnum tunnilin (tilsamans umleið 3,2 km.). Gongd/renning/trilling/súkkling byrjar kl. 12:45 nærhendis tunnilsmunnan í Øravík. Upphiting er við tunnilsmunnan 10 minuttir áðrenn, og er ikki neyðugt við tilmelding. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

14 Leygardagur 21. juni 2025

Innkomuvegurin letur upp 6. juli

Hátíðarhald verður, og tað verður møguligt at súkkla, renna og ganga gjøgnum tunnilin sunnudagin 6. juli

Soleiðis sá út fyrst í mai. Síðan tá er nógv broytt, og 6. juli verður klárt hjá almennari ferðslu at koyra eftir Havnarvegi (Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggi innkomuvegurin í Havn letur upp fyri almennari nýtslu sunnudagin 6. juli.

Fríður Dalgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við útvarpið, at tað verður ein tilbúgvingarvenjing 1. juli og 6. juli verður tað so, at vegurin, sum hevur fingið navnið Havnarvegur letur upp fyri almenninginum.

Tá verður skipað fyri hátíðarhaldi, har møguligt verður at súkkla, renna og ganga gjøgnum tunnilin frá Marknagili og til Tjarnir. Seinnapartin hendan dagin verður so latið upp fyri bilferðslu.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanin er 382 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

15 Leygardagur 21. juni 2025

Kúlubøka endaði á stevninum á Norrønu

Helst hevur hvalurin verið deyður ella hálvdeyður tá hann legðist á stevnið á Norrønu á veg til Seyðisfjarðar

(Mynd: Víðir Gunnarsson / Vísir)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Norrøna kom á Seyðisfjørð hósmorgunin var tað við eini deyðari kúlubøku á bungustevninum.

Áðrenn Norrøna legði at, varð hvalurin lyftur av bunguni og liggur nú bundin við bryggjuna í Seyðisfirði, skrivar Vísir.

- Skiparin heldur, at hetta er hent um sjey-tíðina í morgun, tá hann varnaðist, at okkurt var hent við stevninum, sigur eitt av starvsfólkunum hjá Smyril Line Cargo í Seyðisfirði, Víðir Gunnarsson við Vísir.

[object Object]
(Mynd: Víðir Gunnarsson / Vísir)

Hesin upplýsir, at skiparin hevur siglt í tríati ár, og ongantíð fyrr upplivað slíkt.

Roknað verður við, at hvalurin hevur verið hálvdeyður ella deyður, tá hann legðist á stevnið á Norrønu, skrivar Vísir.

Enn er óvist, hvat hendir við hvalinum – helst verður hann sleipaður út á streymasjógv aftur. 

[object Object](Mynd: RÚV / Rúnar Snær Reynisson)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

16 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasil

Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna fríggjadag hevði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum, fund við Luis Rua, brasilskur vararáðharri fyri handil og altjóða viðurskifti. Fundurin var á sendiharrabústaðnum hjá Brasil í Keypmannahavn.

Á fundinum handaði ráðharrin landsstýriskvinnuni eina landagóðkenning av Føroyum. Landagóðkenning er týdningarmesta stig á leiðini til, at Føroyar kunnu útflyta fiskavørur til Brasil.

Í okkurt um 15 ár hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsstýrið arbeitt fyri at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava leingi havt ynski um at fáa atgongd til brasilska marknaðin. Í árunum eftir kríggi og fram til 1970árini útfluttu føroyingar nógvan saltfisk til Brasil, men útflutningurin datt niðurfyri, tá prísurin í Brasil ikki longur var kappingarførur við prísin, ið fekst fyri saltfisk í Evropa.

Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum. Vitjanin gekk væl, og úrslitið er, at Føroyar nú hava fingið landagóðkenning frá Brasil. Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil.

Á fundinum umrøddu landsstýriskvinnan og vararáðharrin eisini, hvussu samhandil og samstarv landanna millum kunnu mennast.

– At samstarva við fleiri lond og geva føroyskum fiskaútflytarum møguleika at virka á fleiri marknaðum er eitt av aðalmálunum í okkara uttanríkispolitikki sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna eftir fundin.

– Brasil er ein stórur og áhugaverdur marknaður fyri Føroyar, og telist millum størstu búskapir í heiminum. Landsstýrið vil slóða fyri útflutningi og øðrum vinnuligum sambondum við Brasil og tí kanna vit møguleikarnar fyri at gera eina vinnuferð til Brasil.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2025

17
Leygardagur 21. juni 2025

Laksaútflutningurin minkaði 300 milliónir

Samlað varð útflutt fyri 12,2 milliardir krónur frá mai 2024 til apríl 2025. Tað er 551 milliónir krónur minni enn undanfarna 12-mánaðaskeið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski útflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og Hagstovan staðfestir, at fiskavøruútflutningurin er minkaður 714 milliónir krónur, ella 5,9 prosent, í tíðarskeiðinum frá mai 2024 til apríl 2025.

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur aftur, harundir laksur, svartkjaftur, sild og lodna, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur fram. 

Útflutningurin av laksi er minkaður 291,7 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið er minkað nærum 5 prosent, meðan nøgdin er vaksin nærum 13 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 615,1 millión krónur, ella 63,6 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 5,6 prosent. 

Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 1,1 milliard krónum. 

Prísurin á laksi hevur verið høgur seinastu árini. Árini 2022 til 2024 hevur árligi miðalprísurin ligið um 68 krónur kilo. Hægstur var hann í mai 2022 tá útflutningsvirðið á einum kilo av feskum heilum laksi var 91,80 krónur. Tó hevur prísurin verið sera sveiggjandi hesi árini, og hevur munurin millum hægsta og lægsta prís verið meira enn 30 krónur kilo.

Nú er árligi miðalprísurin komin niður á knappar 58 krónur kilo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika vaksin nógv. Meginparturin av útflutninginum til Amerika er til USA. Útflutningurin til USA er vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.

Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, og liggur nú á sama støði sum undan korona.

Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Russland, Danmark, Bretland og Spania. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

18 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyingur avmyndaði sjáldsamt ísfjall

Ísfjallið, sum toftamaðurin Hallur Antoniussen avmyndaði í Labradorhavinum í mai, var heilt svart. Fleiri ástøðir eru um, hvussu tað kann hava fingið henda litin

(Mynd: Hallur Antoniussen á Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein føroyskur fiskimaður, sum fiskaði út fyri kanadisku strondina, hevur avmyndað nakað, sum fá menniskju hava sæð, og sum nú verður kjakast um og viðgjørt í altjóða fjølmiðlum.

Tað var er toftamaðurin Hallur Antoniussen, búsitandi í Kanada, sum herfyri avmyndaði eitt svart ísfjall, sum fleyt millum teir bleiku ísklumparnar annars í Labradorhavinum.

Tað var um miðjan mai, at Hallur tók myndina umborð á trolaranum Saputi. Hann gjørdist bilsin, men ikki meira bilsin, enn at hann fekk tikið mynd av sermerkta ísklumpinum.

- Eg havi fyrr sæð ísfjøll, sum hava rullað á strondini, og tí hava havt smásteinar uppi á sær. Men hetta var øðrvísi. Ikki bara var tað heilt svart, tað hevði næstan ein form sum diamantur, hevur Hallur Antoniussen greitt CBC radiostøðini frá.

CBC hevur tosað við fólk, sum hava skil fyri ísfjøllum og tey ymsu litbrigdini, sum tey kunnu hava. Tá ísfjøllini eru hvít er tað tekin um, at nógvar luftbløðrur eru í teimum, og at talan er um ung ísfjøll.

Eru tey klár sum glas, er talan um eldri ís, har luftbløðrurnar eru trýstar úr teimum, tey kunnu fáa ein bláan dám. Onkuntíð er jarntvísúrni í ísfjøllunum – hetta evnið er gulligt á liti, og tá hetta fyrikemur saman við tí bláa litinum, so tykjast ísfjøllini grøn á liti.

Serfrøðingurin, Lev Tarasov frá Memorial University í Kanada sigur, at tað er meira sjáldsamt við myrkum ella svørtum ísfjøllum.

Ein frágreiðing kann vera, at talan er um ís, ið hevur ikið eftir landi, og tí hevur nógvar steinar í sær. Ísurin kann eisini hava verið í sambandi við leivdirnar av einum eldgosi ella einum loftsteinaniðursláttri og harvið er fult av øsku og øðrum myrkum evnum.

Um so er, kann talan vera um ís, sum er heilt gamal – kanska millum 1.000 og 100.000 ár, sigur Tarasov við CBC.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

19
Leygardagur 21. juni 2025

Heitt vár á Landgrunninum

Ongantíð hevur hitin í sjónum kring Føroyar verið so høgur sum í mars, apríl og mai

Góðveður á Landgrunninum 14. mai 2025. Stilli og klárt veður økir um upphitingina av sjógvi. Myndin er tikin frá Jákup Sverra á veg norðurum á hydrografitúri 2524 (Mynd: Havstovan)
SkrivaÐ:

Havstovan

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai í ár. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun.

Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin fyri januar var tískil eitt vet undir miðal.

Síðst í januar hækkaði hitin og helt sær støðugt tað mesta av februar, til hann hækkaði nógv síðstu dagarnar av mánaðinum, soleiðis at miðal hitin fyri februar var hægri enn fyri januar. Vanliga eru bæði februar og mars kaldari enn januar.

Í mars kvinkaði hitin enn longur upp við tí úrsliti, at miðalhitin fyri mars fór upp um metið frá mars 2003.

Í apríl og mai tók hitin rættuligt dik á seg soleiðis, at hesir báðir mánaðirnir eisini fóru upp um metini frá ávikavist 2003 og 2011 (Talva 1).

[object Object]Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta kolonna). Mánaðar miðalhitin higartil í 2025  er á næstu kolonnu, har nýggju metini eru við reyðum

Hvussu hitnar sjógvurin?

Hitin á Landgrunninum broytist í høvðusheitum uppá tveir mátar: Gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av sjógvi uttanífrá.

Gjøgnum vatnskorpuna er útskifting av varma millum luft og sjógv. Harumframt hitnar sjógvurin av tí sólarljósi, sum verður upptikið í vatnskorpuni ella ovastu løgunum av sjógvi.

Uttan fyri Landgrunnin rekur heitur Atlantssjógvur á síni leið móti Arktis. Nakað av hesum sjógvi rekur inn móti Landgrunninum og blandast upp í Landgrunnssjógvin. Hetta hendir alla tíðina; men hitin í Atlantssjógvi broytist millum árini alt eftir styrkini í subpolara meldrinum.

[object Object]Subpolari meldurin og subtropiski meldurin í Norðuratlantshavi.

Fyribils úrslit frá mátingum í Bankarennuni benda á, at Atlantssjógvur er heitari enn miðal í ár.

Útrokningar vísa eisini, at subpolari meldurin var veikur í 2024; hetta samsvarar við, at Atlantssjógvurin nú er vorðin heitari.

Hetta var eisini niðurstøðan á kanningartúrinum hjá Jákup Sverra í seinnu helvt av mai, har hitin í vatnskorpuni í rannsóknarøkinum var væl hægri, enn seinast hesar kanningar vórðu gjørdar í 2022. Og til seinast, so var lufthitin í Tórshavn oman fyri miðal í mars, apríl og mai, sambært Veðurstovuni.

Sostatt tykist tað sum, at bæði innrák av heitum sjógvi uttanífrá og útskifting av varma millum luft og sjógv eiga sín leiklut í, at hesir tríggir mánaðirnir blivu met heitir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

20 Leygardagur 21. juni 2025

Framtak hevði 21,4 milliónir í vinningi í fjør

Framtak gjørdi nýggja íløgu í eitt felag í 2024 og hækkaði kapitalin í fýra feløgum, ið Framtak eigur í, og hevur veitt trý ábyrgdarlán til feløg, ið Framtak er partaeigari í

Framtak heldur til í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Úrslitið hjá Framtak eftir skatt fyri 2024 var ein vinningur á 21,4 milliónir krónur, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 23,8 prosent. Hetta er væl omanfyri tey 10 prosentini í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá Framtak í 2023 14,1 milliónir krónur, sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6 prosent.

Framtak hevði við ársenda 2024 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. Framtak gjørdi nýggja íløgu í eitt felag í 2024 og hækkaði kapitalin í fýra feløgum, ið Framtak eigur í, og hevur veitt trý ábyrgdarlán til feløg, ið Framtak er partaeigari í.

Eginognin í Framtak var 100,7 milliónir krónur við ársenda 2024, og fíggjarstøðan javnvigaði við 138,9 milliónum krónum.

Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist í 2024.

Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan økt virksemi í 2025, og at 2025 eisini kemur at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum.

Serligur dentur verður lagdur á íløgumøguleikar í smáar og miðalstórar fyritøkur.

Stjórin í FramtakBen Arabo sigur:

- Vit eru sera væl nøgd við avkast og úrslit í 2024. Góða avkastið gevur Framtak øktar møguleikar fyri at gera nýggjar íløgur í føroyskt vinnulív.

[object Object]Ben Arabo, stjóri í Framtak

Um Framtak

Framtak er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger Framtak íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.

Framtak vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.

Framtak kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán

Stjóri í Framtak er Ben Arabo. Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

Sambært heimasíðuni framtak.fo, hevur grunnurin gjørt íløgur í hesar 17 fyritøkurnar:

Intra
Hotel Føroyar
Data Quality Systems
Nemlia
Petur Larsen
Pf. Seiggj
Guðrun & Guðrun
Pf. iNOVA
Pf. Smyril Line
Spírar & sporar
Spinnaríið við Ánna
Spf. Faroe Film
Fríða Kaffihús
Navigare
Spf. Røkt
FarPay
Skansi Offshore


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

21 Leygardagur 21. juni 2025

Kommunan tvífaldar stuðulin til LGBT+ Føroyar

Stuðulin fer úr 50.000 krónum upp í 100.000 krónur

Nevndin í LGBT+ Føroyum saman við Elsu Berg, borgarstjóra, og Jóan Peturi Hentze, kommunustjóra. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna og LGBT+ Føroyar hava avtalað, at kommunan tvífaldar sín stuðul til LGBT+ úr 50.000 upp í 100.000 krónur.

Sambært avtaluni fíggjar Tórshavnar kommuna pall, ljós, ljóð og trygdartiltøk, herundir samarittar og ferðslutrygdartiltøk og annað, í sambandi við skrúðgonguna hjá LGBT+ upp undan ólavsøku, í mesta lagi 100.000 krónur í trý ár – t.e. 2025, 2026 og 2027.

Síðan Pride-skrúðgongan hjá LGBT+ Føroyum varð gingin fyrstu ferð í 2005, er hon vaksin til at vera eitt av størstu einstøku tiltøkum um ólavsøkuna, og vanliga eru fleiri túsund fólk við í skrúðgonguni og til tey tiltøk, sum eru í sambandi við skrúðgonguna.

Játtanin til LGBT+ Føroyar varð samtykt á býráðsfundi hósdagin. Tríggir býráðslimir, Birgir Nielsen og Astrið Breckmann (eykalimur fyri Høgna Vilhelmsen) úr Fólkaflokkinum, og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum atkvødduímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

22 Leygardagur 21. juni 2025

Steno Miðstøðin tikið munandi tøk fyri fólk við diabetes

- Tað hevur verið eitt ár við menning á fleiri økjum – frá betri tilboðum til sjúklingar til stinnari granskingargrundarlag og vitanardeiling

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Steno Miðstøðin í Føroyum hevur lagt fram ársfrágreiðing fyri 2024, har dentur verður lagdur á framstig, nýggj átøk og styrkt samstarv innan- og uttanlands.

Tað hevur verið eitt ár við menning á fleiri økjum – frá betri tilboðum til sjúklingar til stinnari granskingargrundarlag og vitanardeiling.

Eitt høvuðsfokus í 2024 hevur verið at fyrireika eitt nýtt viðgerðarátak til fólk við diabetiskari fótsjúku.

Somuleiðis hevur Steno Miðstøðin útgivið faldaran “Livið væl við diabetes 2” á føroyskum, sum er borðin út til allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum.

Samstundis er biobanki á veg á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt týðandi stig fyri føroyska heilsugransking.

Brúkaraluttøka, altjóða samstarv og undirvísing hava verið kjarnuøki, og í 2025 er ella verður farið undir enn fleiri átøk, eitt nú eitt betrað tilboð til børn og ung við diabetes 1 í samstarvi við familjudepilin á Landssjúkrahúsinum.

Arbeitt verður við støðugt at menna heilsuverkið saman við borgarum, starvsfeløgum og samstarvsfeløgum bæði í Føroyum og uttanlands.

Ársfrásøgnin gevur innlit í hetta arbeiðið, sum hevur til endamáls at betra um lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og hormonsjúkum í Føroyum.

Ársfrásøgnin á føroyskum

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

23 Leygardagur 21. juni 2025

EB-bygningurin reistur

Uppíbygningurin til ítróttahøllina skal eisini vera til gagns fyri allar borgarar í Eiðis kommunu

(Mynd: Eiðis kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var reisigildi á Eiði í sambandi við at uppíbygningurin til ítróttahøllina nú varð reistur.

Bygningurin skal brúkast sum høli hjá Eiðis Bóltfelag, men ætlanin er eisini, at bygningurin skal vera til gagns fyri allar borgarar í kommununi, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðuni.

Tað er lokala byggifyritøkan, Hammersmíð, ið stendur fyri arbeiðinum.

Ætlanin er, at ein partur av húsinum skal vera klárur at taka í nýtslu, tá hondbólturin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

Les meira og sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

24 Leygardagur 21. juni 2025

Tummas á Lakjuni gjørdist fyrsta pisan á tøknibreytini

Prógvhandan verður í Grøv mikudagin

(Mynd: tsk.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tummas á Lakjuni, ið gongur á tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, TSK, hevur í morgun, sum ársins fyrsta pisa, fingið húgvuna á høvdið.

Tummas var uppi í samfelagsfrøði B, har økisleiðarin á tøknibreytini, Kjartan Sleire, er lærari og somuleiðis tann ið settið húgvuna á høvdið.

Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.

Tekniski Skúli hevur prógvhandan úti í Grøv mikudagin kl. 10. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

25 Leygardagur 21. juni 2025

Prógvhandan á Serbreytini á TSK

Fýra næmingar fingu handað prógv

Frá vinstru: Kristian Bólstein, Ronja Nysted, Laura Johannesen og Ronja Høghamar
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í góðveðrinum hósdagin var prógvhandan á TSK, tá ið fýra næmingar á serbreytini fingu handað prógv. Til prógvhandanina hildu Helena Jørmundson, forkvinna í Javna, og Maja Joensen, starvsfólk á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit.

Tey, sum fingu prógv, eru: Kristian Bólstein, Ronja Nysted, Laura Johannesen og Ronja Høghamar.

Eisini fingu Laura Johannesen og Kristina Zachariassen eina gávu fyri bestu uppmøting.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

26 Leygardagur 21. juni 2025

Jóannes prædikar á ólavsøku

Jóannes Purkhús, elstur av yngru prestunum, skal prædika ólavsøkudag

(Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum, sum prædikar á ólavsøku, og í ár verður tað Jóannes Purkhús, sum stendur á odda fyri gudstænastuni, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.

Jóannes varð prestvígdur hin 1. mai 2015, tá hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur Eystan Múla, ið fevnir um kirkjusóknirnar Viðareiði, Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík.

Umframt at røkja embætið sum sóknarprestur hevur Jóannes síðan 2019 verið dokataralesandi í Nýggja Testamenti við lærda háskúlan í Münster í Týsklandi. Hetta granskingararbeiðið er nú komið væl áleiðis, og verður doktararitgerðin eftir ætlan latin inn í heyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

27 Leygardagur 21. juni 2025

Countryfestivalurin hevur funnið sína legu

Chapel Hart var ikki bara hæddarpunktið á hesum festivalinum. Tað var hæddarpunktið á øllum countryfestivalunum í Sørvági til nú

(Myndir: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir 12 ár, har festivalurin varðisliga hevur følt seg fram fyri at finna eina legu, sær nú út til Sørvágs Country- og Bluesfestivalur hevur funnið seg sjálvan.

Hugnaligi festivalurin á stadionøkinum á Dungasandi, í gomlu einaferð rættiliga ramponeraðu Dansistovuni, og miðbýarøkinum á Stakka, hevur støðugt ment og betrað seg, so at økið og kringumstøðurnar nú eru rættiliga væleydnaðar.

Countryfestivalurin er líka sum í tveimum, fyri ikki at siga trimum. Eitt er tónleikurin, annað er kampingvagnatreffið, sum helst er tað størsta av sínum slag, sum kemur fyri ár eftir ár, og í triðja lagi er tað ársins bygdaball í Sørvági, altso vikuskiftið, har sørvingar lata heim síni upp fyri vinum og kenningum.

Um kampingvagnatreffið er at siga, at fólk hugna sær glæsiliga í hesum smáu eykaheimunum, sum tey hava sleipandi eftir sær kring Føroyar. Hesi koma trúliga, tá countryfestivalur er, men eg havi ein varhuga av, at tað er líka mikið hvørji tónleikanøvn koma á skránna – hesi fólk koma allíkavæl, bara onkur tóneikur er, sum er hóskandi at dansa til og syngja afturvið.

[object Object]

Chapel Hart – á veg upp

Tónleikaliga hava ambisjónirnar ikki veri ovurstórar. Tvey útlendsk høvuðsnøvn, eitt til hvørt kvøldið, helst, men ikki neyðvendugvís, úr Amerika.

Higartil hava nøvnini ikki veri frá teimum ovstu hyllunum. Kendastu nøvnini hava verið tey, sum hava verið beiggi ella børn hjá onkrari farnari countrystjørnu.

Í ár hevði festivalurin fingin fatur í einum navni, sum er á veg uppeftir. Kvinnutrio’ina Chapel Hart úr Poplarville í Mississippi.

Spenningurin at hoyra hesar up-and-coming-sangararnar var rættiliga stórur.

[object Object]

Davyn høvuðsprestur

Og sigast má at tær tríggjar livdu upp til væntanirnar – og reiðiliga tað. Framførsla teirra var eitt ferðmikið show, við góðum countruy, rokki, kryddað við framúr góðum vokalum. Onkuntíð kendu vit okkum, sum vit vóru komin inn í eina babtistakirkju sunnarlaga í Mississippi, har tær tríggjar sungu fyri, og vit onnur vóru gospelkór. Tað var ein framúr frálík uppliving.

Stóra kvinnan í miðjuni Davyn Hart, var høvuðsprestur. Tað var hon, sum hevði orðið fyri tað mesta, og tað vóru eisini fleiri, sum hildu at hon tosaði/prædikaði ov nógv. Tær skuldu kanska heldur sungið eitt sindur meira.

Tá eg sigi prædika og sammeti løtuna við eina suðurstats babtistakirkju, so var tað ikki so nógv prædikan í gudiligum týdningi. Boðskapurin var meira, at tú skalt trúgva upp á teg sjálva/n, at tú kanst sjálv/ur hóast onnur siga tað øvugta og víðari eftir tí tangentinum, og so ikki minst um kærleika – love goes around and ‘round. Sannførandi, tað var tað.

Hóast henda Devyn Hart skrivar nógvar frálíkar sangir sjálv, so vóru tað ikki so heilt nógvir av teirra egnu sangum, sum vórðu framførdir á Dungasandi.

[object Object]

Reint girl-power

Rættiliga óvæntað byrjaðu tær við “The Chain” hjá Fleetwood Mac frá Rumour-plátuni frá 1977, ein sangur, sum rættiliga hevur fingið eitt revival í seinastuni. Og har vóru onnur tøkuløg, sum tær megnaðu at taka eigaraskap í við teirra framførslu, “Any Man of Mine” til dømis hjá Shania Twain og “Heart like a Truck” hjá Laney Wilson. Girl power við lít.

Gevst ikki at trúgva

Og so móti endanum, aftan á prædikuna um at trúgva upp á seg sjálvan, so lupu tær út í sjálvan "Don't stop Believing” hjá gomlu rokkarunum Journey – eisini eitt óvæntað sangval, men tað riggaði framúr.

Og tá tær vórðu klappaðar inn, og Devyn Hart kom berføtt á pallin, tí hon ikki orkaði at vera longur í cowboystúvlunum, lat hon pallin yvir til systkinabarnið, Trea Swindle, “Miss Trea”, sum hon varð kallað, og so góvu tær eitt drønandi rokknummar – “Life is a Highway” hjá Rascal Flats, eisini eitt óvæntað sangval at enda við.

Áðrenn tað høvdu tær, sum sagt sungið nakrar av teirra egnu sangum. Hæddarpunktið her var sjálvandi “You can have Him, Jolene”, sum tær gjørdust kendar upp á, frálíka væl framført, men ikki minst útgávan av upprunasanginum hjá Dolly Parton, sum tær sungu fyrst. Hann var framførdur a capella – sera vakurt.

Chapel Hart var ikki bara hæddarpunktið á hesum festivalinum. Tað var hæddarpunktið á øllum countryfestivalunum í Sørvági til nú.

[object Object]

Kristina sitandi

Leygarkvøldið í Sørvági bjóðaði eisini upp á eina frálíka konsert við Kristinu Bærendsen. Deiligt at kunna uppliva Kristinu aftur á Dungasandi.

Og tíbetur kom hon – tí hon kundi líka so gott havt avlýst. Hon fekk skaða í fótin í einum falli fyri nøkrum døgum síðani, og hevur havt fótin ínnbundnan, og gingið á høkjum síðani.

Men Kristina er treisk. Við hjálp og stuðuli frá góðum vinum kom hon upp á pallin, har hon sitandi á einum hástóli við høgra fóti ballaðum inn í tríggjar pulshosur, gav eina frálíka framførslu.

Hon er líka góð sitandi, sum standandi, handan Kristina Bærendsen.

[object Object]

Hon er country

Konsertin var eitt gott bland av góðum kenslubornum og kendum sangum. Hallur Joensen kom á pallin, so tey kunnu syngja “Vinir eru reyðagull” saman, og Kristina kundi avdúka, at góði vinur og mentor hennara, Hallur, eitur Sunnleif til millumnavn.

Og so fekk gemalurin, Böddi Reynis, eisini høvi at syngja ein nýggjan sang, sum hann nýliga hevur útgivið, “We can go Places”, fínur country, hóast Böddi annars ikki vanliga skrivar countrysangir.

- Tá ein skal skriva ein sang til Kristinu, so kann tað ikki verða annað enn contry – Kristina er country, segði fryntligur maður hennara.

Fyri undirritaða var tað eisini eitt sindur av einum yvirraskilsi, at Kristina hesaferð hevði lænt ein sang frá Georg eystan Á og Sølvu Ford. Og “Troystartámið” og Kristina rigga ordiliga væl saman, so er tað sagt.

[object Object]

Trongsul á Stakka

Yviri á Stakkapallinum tóku Blátt Gras yvir. Og her var staðfest, at Stakkin er vorðin ov lítil til Blátt Gras, ella Blátt Gras eru vorðnir ov stórur.

Her var stórur trongsul framman fyri pallinum. Blátt Gras eru, eins og hini nøvnini, sum eru fastir gestir á festivalinum, her hugsi eg um Vág/ðaverk og Tinganest, altíð góðir í Sørvági. Her fáa teir tað rætta ‘mótspælið’ frá áhoyrarunum.

Ein frálíkur countryfestivalur er av. 600 ella 700 atgongumerki fleiri vórðu seld hesaferð. Tað sást eisini, at heilt nógvir nýggir og kanska eitt sindur øðrvísi gestir høvdu leitað sær vestur til Sørvágs hesaferð.

Og tað kundi verið tekin uppá, at Sørvágs Country- og Bluesfestivalur kanska er við at vaksa seg stóran, og skal til at umhugsa hvørjar avbjóðingar tað fer at hava við sær. 

Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók leygardagin her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025

28 Leygardagur 21. juni 2025

Tað legst afturat – bæði við fólki, hugna og tónleikastøði

Frálíkur fyrsti dagur á countryfestivali á Dungasandi og Stakka

(Myndir: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mjúka summarsirmið í Sørvági setti á ongan hátt nakran doyvara á hugnan og góða lagið á fyrsta countryfestivalkvøldinum í Sørvági hesaferð.

Tað tykist sum tað bara legst afturat av fólki til henda ársins fyrsta tónleikafestival.

So hvørt sum økið mitt í bygdini fríðkast og gerst alsamt betri vælegnað til endamálið, eru eisini alsamt fleiri fólk at síggja á festivalinum, sum at byrja við var meira ein lokalur festivalur, kombineraður við eitt kampingvagnatreff.

Festivalurin blivin vaksin

Sørvágs Country- og Bluesfestivalur má í ár sigast at hava runnið hornini av sær og er blivin vaksin. Hetta er stuttligt at uppliva, eisini hjá okkum, sum hava verið trúgvir gestir til allar festivalirnar síðani byrjanina í 2012.

Og eisini hjá Thordis Skaalum, sum úr húsum sínum mitt á økinum við Stakkapallinum í bakgarðinum, sum var ein av stigtakarunum til festivalin á sinni, og sum fekk eina serliga heilsan og tøkk tá festivalurin varð settur í gjár, nú hon vegna heilsutrupulleikar ikki longur kann vera ein aktivur partur av festivalinum.

[object Object]

Fríggjakvøldið byrjaði við góðum bluestónleiki frá Una Debess og hansara monnum, áðrenn Hallur Joensen tók yvir á størra pallinum á Dungasandi. Hóast tað enn ikki var farið at skýma, var lagið gott og fólkini nógv.

Hallur hevur verið fastur gestur á festivalinum í Sørvági, men hetta var fyrstu ferð, at hann upptraðkaði fríggjakvøld. Men tað vísir seg ikki at gera mun. Hallur dugir at fáa fólkini við upp á tað, líka mikið um tað er árla ella seint, leygar- ella fríggjakvøld.

[object Object]

Tórfríð bergtekur

Næst á skránni var lokali songlerkurin Tórfríð Tavsen, sum enn einaferð prógvaði, at hon veruliga er vorðin ein sangari og performari, sum hevur uppiborið nógv meira enn bert at vera fast navn á countryfestivalinum. Hon er klár til størri pallar við sínum blandi av countrypoppi og egnum frálíkum sangum.

Hon hevur røddina til tað – tað var sum at hoyra Alison Krauss, tá hon sang Whiskey Lullaby saman við Ólavi á Váli. Og so hevur hon eitt frálíkt orkestur aftan fyri seg, mannað av Johan Ziskason (guittar), Bernhard Højgaard Petersen (tangentar), Henning Nicodemussen (trummur), Eyðun Johannessen (bass), Ólavi á Váli (kassaguittar og sang) og Lailu Carlsen (sang).

[object Object]

Írsk sjarma

Høvuðsnavnið hetta kvøldið var írski Nathan Carter úr Liverpool, sum annað árið á rað vitjaði í Sørvági.

Tað var týðuligt, at stóra fólkamongdin fegnaðist um at sleppa at uppliva hesar dugnaligu tónleikararnar aftur, og tað tyktist sum, at menninir á pallinum hildu tað sama.

Og fingurin kundi ikki setast á showið. Professionelt út í ytstu fingraspíssar, hóast onkur av tónleikarunum enn ikki er fyltur tjúgu. Sannførandi. Imponerandi.

Her var nógvur poppur, nakrar countrysyrpur og eitt sindur av írskum tónum. Nøkur okkara høvdu hug at fýlast inn á, at hann ikki sang fleiri av teimum góðu kendu írsku fólkasangunum, men OK, gott og undirhaldandi var tað.

[object Object]

Ráur rokkur

Á Stakkapalli aftaná, var dámurin eitt lítið sindur meira ráur og svartur. Son of Fortune / Benjamin Petersen, hevði yvirtikið pallin. Nakað av country, eitt sindur av folk, men mest rokkur, til tíðina rættiliga harður, men framførdur við stórum musikaliteti. Hvat skuldi tað annars, tá Benjamin hevði musisk geni hvør á sínum ljóðføri at stuðla sær: Jóhannus á Rógvu (bass), Jan Rúna Poulsen (trummur) og Kim Hansen (tangentar).

[object Object]

Traditionen tro var tað bygdarinnar mæta sangskald, Jóan Jakku Guttesen, sum endaði veitsluna á stóra pallinum. Her í samansetingini Vág/ðaverk saman við Sámali Ravnsfjall. Tað er altíð gott, og húsabrekkusangurin hjá Sámali fungerar eisini hesumegin vatnið, líka mikið um tú kallar tað Sørvágs- ella Leitis-.

Seinast vóru tað eysturoyingarnir í Four Mehn, sum spældu upp til dans. Tá var tygara útsendi farin undir pullarnar.

Síggj nógv fleiri myndir frá Jens Kr. Vang:

Countryfestivalurin farin í gongd

Fríggjakvøld á countryfestivalinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2025

29 Leygardagur 21. juni 2025

Skráin til Okkara Land

Mambo no. 5 og Okkara Land verður á Skálatrøð í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í kvøld verður Okkara Land á Skálatrøð. Higartil sær veðrið út til at vera við tiltakinum og tað merkist á atgongumerkjasøluni.

Konsertdagurin varð fyri fyrstu ferð í fjør, og rakti seinastu dagarnar av drúgva verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum umframt, at veðrið heldur ikki spældi við.

Hóast hetta hugnaðu fólk sær óført og tá avtornaði var hampilig luttøka.

Og nú er Okkara Land flutt oman á Skálatrøð. Dan Joensen, fyriskipari, letur væl at atgongumerkjasøluni tá vit tosaðu við hann seinnapartin.

Tiltak til børnini um dagin
Okkara Land hevur 18 ára aldursmark og er festivalurin til tey vaksnu. Men í ár er eisini barnatiltak við navninum Okkara Børn, sum verður frá klokkan 12 til 15.

Á skránni eru kend nøvn sum: Morten Münster & Tobias, sum børnini kenna frá YouTube og sosialum miðlum. Angela & Hannibal koma við fullum skemti og sirkusføri. Trølla-ættin við Pæturi, Ommuni og Ommudidd tekur børnini við á eitt stuttligt ævintýr.

DJ Kingz fer at skapa barnadansigólv við góðum tónleiki og stemningi.

Seinni á degnum – frá kl. 17 til 03 – verður Okkara Land fyri tey vaksnu við stjørnum sum Lou Bega, Jacob Haugaard, ABBA Tribute, Grandma’s Basement og fleiri øðrum.

Skráin sæst her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

30 Leygardagur 21. juni 2025

Rannvá Kunoy – framsýning í Aviation Academy í dag

Á ársins longsta degi verður ein serstøk ókeypis listaframsýning í sjáldsama bygninginum hjá Atlantsflog við flogvøllin

Rannvá Kunoy hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rannvá Kunoy, ein føroysk listakvinna (f. 1975), búsitandi í London, hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Hennara málningar eru eitt dynamiskt samspæl millum sjón og ljós.

Kunoy hevur sýnt fram í USA, Spania, Korea og Onglandi. Nú eru liðin 15 ár síðani hennara síðsta einkarframsýning í Føroyum. Til høvið hevur hon sett í verk eitt serstakt samstarv við Atlantic Airways Aviation Academy við flogvøllin. Hennara verk verða sýnd fram í simulatorhøllini og umskapa rúmið til eina innlivandi uppliving, har list, tøkni og maskina møtast.

Hendan einastandandi framsýningin verður hildin leygardagin 21. juni frá kl. 15 til 18. 21. juni er longsti dagur, tá mest sólarljós kemur inn á okkara hálvkúlu av jørðini. Tað er eitt heilt konsept við longsta degi saman við verkunum, sum í sær sjálvum eru ljós, skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi. 

Ókeypis atgongd er til framsýningina. 

[object Object]
Atlantic Airways Aviation Academy liggur á Hálsi, nærhendis flogvøllin (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

31 Leygardagur 21. juni 2025

Sissal kemur á G!

Føroyski Eurovisionfinalisturin syngur á Gøtusandi leygarkvøldið 19. juli

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hon hevur júst blást allan heimin um koll við síni stóru rødd, har hon stóð á pallinum í Basel í beinleiðis sjónvarpi, sum fyrsti føroyingur nakrantíð í finaluni á Eurovision. Nú vita øll hvör Sissal er. 

Kenda havnadaman var tó longu væl í gongd áðrenn, og hevur latið úr hondum peppaðan elektroniskan, dansivinarligan tónleik, sum júst er eyðkendur við hesi stóru røddini. Vit gleða okkum ómetaliga nógv til leygarkvøldið á G!, at hoyra hesa megnar songkvinnu framføra sín tónleik, og ikki minst lagið Hallucination, sum hon sang til Eurovision. 

G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

32 Leygardagur 21. juni 2025

Miðsummarhugni á Leynasandi í dag

Color run, spæl, undirhald, matarsøla og nógvur tónleikur, umframt jóansøkubál, er á skránni

Color run (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aftur í ár verður skipað fyri jóansøkubáli á Leynasandi. Umframt bál verður nógv undirhald á skránni.

Tað er svimjifelagið Hellufossur, sum samskipar umfatandi tiltakið í samstarvi við Kvívíkar kommunu.

Byrjað verður við ‘color run’ av Skælingi til Leynar. Skipað verður fyri busskoyring úr Leynum til Skælings, og eftir eina upphiting verður klokkan 14 farið til stroks móti Leynum við vanda fyri at varða oyst undir í sprøklutum litum.

Á Leynasandi byrjar matarsøla klokkan 15, og tá byrjar eisini ymisk spøl og stuttleiki.

Frá klokkan 16 verður ein umfatandi tónleikaskrá, byrjandi við Ævintýrferðini hjá Dánjali og Búa. Klokkan 17 vitjar Trøllapætur og omman, og kl. 18 spæla Danny & the Veeto trio.

Klokkan 18.45 verður jóansøkubálið tendrað – tað skipa lokalu skótarnir fyri.

Klokkan 19.15 verður aftur tónleikur á skránni, nú við Ester Skála, og kl. 20 verða Dynamitt-hit at hoyra við Niclas Hera, og eisini luttekur Tórfríð Tavsen við sangi.

Skráin fyri dagin sæst á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

33 Leygardagur 21. juni 2025

Summarframsýningin prikar til okkara áskoðan á Grønland

Ivínguak’ Stork Høegh spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland í ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum. Fernisering verður seinnapartin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stórsligin landsløg og inuittar í tjóðbúna. Soleiðis hava listafólk - serstakliga listamenn - lýst Grønland gjøgnum søguna. Ársins summarframsýning, ið er umboðað av listakvinnum, ið lýsa landið úr einum øðrvísi sjónarhorni - sum prikar til ráðandi, maskulinu áskoðanina á Grønland - og ikki at gloyma ta áskoðan, eitt hjálandaveldi hevur á Grønland.

Framsýningin 'Tú skoðar meg – sum eg skoði teg' vísir verk hjá søguligum listakvinnum. Listakvinnum, ið lýsa gerandisdagin - børn og konur í gerandisdegnum, ið ikki bert verða eygleidd, men sum eisini eygleiða teg.

Hesi verkini, ið mestsum ikki hava fingið pláss í listasøguni, fara á framsýningini í samskifti við talgildu samklippini 'Arctic Exotic' hjá Ivínguak’ Stork Høegh. Við skemti og spei sum amboð prikar hon og viðmerkir hjálandaarvin og mongu stereotypisku hugsanirnar um Grønland - samstundis sum hon skapar nýggjar søgur, ið knýta saman fortíð og nútíð.

Søguligu listakvinnurnar eru Christine Deichmann (1869–1945), Oda Isbrand (1904–1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883–1956) og Jette Bang (1914–1964).

Framsýningina hevur Laila Lund Altinbas, listfrøðingur, og Stine Lundberg Hansen, ið skrivar um list, sett upp.

Fernisering verður í dag 21. juni kl. 15. 'Tú skoðar meg – sum eg skoði teg' er ókeypis og er opin fram til 24. august.

Um Ivínguak’ Stork Høegh
Ivínguak’ Stork Høegh (f. 1982) er fødd og búsitandi í Grønlandi. Hon hevur nomið sær útbúgving á listaskúlanum í Grønlandi, á Århus Kunstakademi og sum miðlagrafikari á Keypmannahavnar Tekniska Skúla. Framsýningin vísir serliga nøkur av hennara talgildu myndasamklippum, men hon arbeiðir eisini við málningum, grafikki, keramikki, og margmiðli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

34 Leygardagur 21. juni 2025

Konni Kass í Auluni í Finsen

Fleiri ár eru liðin, síðani Konni Kass seinast stóð á føroyska tónleikapallinum, men nú verður høvi at hoyra føroysku songkvinnuna og tónaskaldið aftur - hesaferð við einari nærverandi og hugnaligari konsert í Auluni í Finsen hósdagin 24. juli

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kend fyri sínar melodisku sangir og dreymakendu klangir fer Konni Kass at spæla eina inniliga konsert við útvaldum sangum frá plátunum Haphe og Diplopia. Lurtarin fær møguleikan at hoyra løgini soleiðis, sum tey eru vorðin til. Tað verður lætt og leikandi við plássi fyri tí einfalda.

Við á pallinum hendan dagin verða Torleik Mortensen og bróðurin, Hilmar Kass. Konsertin verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva tónleikin hjá Konni Kass heilt nær.

Um Konni Kass
Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Í 2021 kom onnur útgávan, Diplopia, ið Jens L. Thomsen framleiddi, sum m.a. hevur verið at hoyra á donsku útvarpsrásunum P3 og P4. Konni Kass hevur eisini verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi og hevur spælt á stórum, útlendskum festivalum sum Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

35 Leygardagur 21. juni 2025

Polsk kvartett spælir nýskrivaðan føroyskan tónleik

Bólkurin Kwartludium kemur til Føroya í juli at spæla tónleik hjá Snleif Rasmussen, Tróndi Bogasyni, Kristian Blak, Unn Patursson og Andras Ellendersen

Kwartludium
SkrivaÐ:

Innsent

Í næsta mánaði verður høvi at hoyra eina polska kvartett, Kwartludium, spæla nýskrivaðan tónleik eftir føroyskum tónaskøldum. Kwartludium leggur seg eftir at spæla nýggjan tónleik, og hevur fingið fimm føroysk tónaskøld at skriva tónleik til sín.

Verkætlanina kalla tey ‘Ekkó’, og endamálið er at vísa hvussu tónaskøld úr fimm ættarliðum svara eini felags uppgávu, at skriva eitt 7-10 minuttir langt stykki fyri violin, klaver, klarinett og slagverk (møguliga eisini elektronikk), har temað er vistfrøði og viðurskifti menniskjans við náttúruna.

Temað er valt tí bólkurin hevur eina felags fascinasjón av Føroyum, bæði náttúruni og fólkinum, sum her býr. Samstundis hava tey áhuga fyri teirri ávirkan, sum vit hava á náttúruna, og veðurlagsbroytingar.

Talan verður um tríggjar konsertir, ella tónleikatiltøk. Konsertir verða í Varpinum í Klaksvík 10. juli klokkan 20 og í Salt á Drelnesi 13. juli klokkan 15. 11. juli klokkan 20 verða tey í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla við einum tónleika verkstaði.

Tónleikararnir í Kwartludium eru Dagna Sadkowska (violin), Piotr Nowicki (piano), Michał Górczyński (klarinett og bassklarinett) og Paweł Nowicki (ásláttur).

Tey fimm tónaskøldini, sum hava skriva tónleikin eru

Sunleif Rasmussen (b. 1961)
Tróndur Bogason (b. 1976)
Kristian Blak (b. 1947)
Unn Patursson (b. 1974)
Andras Ellendersen (b. 1996)

Føroysk-brasilski tónleikarin og tónaskaldið, Andras Ellendersen, hevur saman við bólkinum tikið stig til verkætlanina, og Andras her eisini framleiðari.

Ein røð av grunnum, teirramillum Mentanargrunnur Landsins umframt fleiri útlendskir, hevur gjørt tað møguligt hjá teimum at koma til Føroyar at spæla tónleikin í sambandi við festivalin Summartónar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

36 Leygardagur 21. juni 2025

Macron: Frakland vil hava konsulát í Grønlandi

Franski forsetin vitjaði í Grønlandi sunnudagin

Franski forsetin, Emmanuel Macron á tíðindafundi í Nuuk (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er ein avbjóðandi tíð fyri Grønland, men Frakland og restin av ES stendur saman við grønlendingum, segði franski forsetin, Emmanuel Macron á tíðindafundi sunnudagin, tá hann vitjaði í Nuuk.

– Grønland er staðsett mitt í geopolitiska spælinum, og alt hetta økið er hótt, segði franski forsetin.

– So fyrst og fremst vil eg fegin senda ein boðskap um samhuga úr ES og Fraklandi.

Macron boðaði eisini frá, at Frakland hevur tikið avgerð um at lata upp eitt aðalkonsulát í Nuuk fyri at vera tættari at grønlendingum.

Macron er fyrsti útlendski statsleiðarin, sum hevur vitjað í Grønlandi, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá ynski sínum um at taka ræðið á Grønlandi. Hetta ynskið hevur hann endurtikið fleiri ferðir.

Franski forsetin greiddi eisini frá, at hann hevði kunnað Trump um vitjan sína í Grønlandi frammanundan, skrivar Ritzau.

Eftir vitjanina í Grønlandi fór Macron víðari til Kanada at luttaka á árliga G7-fundinum, sum er í hesum døgum. Danski statsministarin, Mette Frederiksen var eisini við í Grønlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

37
Leygardagur 21. juni 2025

Sundalagsstevna í Hvalvík

Nakað av vindi var og sirm, men tað darvaði ikki róðrinum ella stemninginum á kaiini

Klaksvíkingar frøast, meðan norðingar og havnarmenn royna at fáa pulsin niður aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

-

Sundalagsstevnan í ár varð hildin í Hvalvík farna vikuskiftið. Nakað av vindi var undan hjá bátunum og eisini sirmaði so gott sum alla tíðina. Men tað darvaði ikki róðrunum ella stemninginum á kaiini, tí har var væl av áskoðarum, at síggja til, og lagið var gott.

[object Object]

Klaksvíkingur vann við bátslongd

Ikki kann sigast annað, enn at fólk vóru spent til róðurin hjá 10 mannaførum við monnum.

Eftir fleiri ár í tungum andróðri, megnaði Havnarbáturin at vinna á Norðoyastevnu.

Sí myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók á sundalagsstevnu

Hetta hevur óivað givið Klaksvíksingi blóð upp á tonnina, tí hesaferð vístu teir Havnarbátinum hvør var stinnastur. Klaksvíksingur kom á mál við eini bátslongd framman fyri Havnarbátin, sum var eina bátslongd frammanfyri Norðoying.

FM-støðan hjá 10-mannaførunum er nú tann, at Klaksvíkingur og Havnarbáturin báðir hava 13 stig, meðan Norðingur hevur 10 stig.

[object Object]

Ørvur á øðrum sinni

Hjá 8 mannaførunum var eingin merkisverd broyting. Ørvur kom á mál sum nr. 1 við tíðini 4:42:41, Risin var stutt aftanfyri við tíðini 4:43:03 og Gøtu Tróndur kom inn á triðja pláss við tíðini 4:46:26.

Í FM-kappingini hevur Ørvur fult stigatal, 14, Risin hevur 12 srtig, Gøtu Tróndur 10, Argjabáturin 8, Gullbrandur 6, Knørrur 4 og Miðvingur 1 stig.

[object Object]

Fleiri bjóða Jarnbardi av

Hjá 6 mannaførunum við kvinnum vóru einans tveir bátar við á Norðoyastevnu. Hesaferð vóru heili fimm bátar við.

Men tað var framvegis Jarnbardur, sum vann greiðan sigur. Á øðrum plássi kom Glyvrabáturin og eftir honum Hósvíksingur, ið endaði á einum 2. plássi á Norðoyastevnu.

Í FM-kappingini hevur Jarnbardur nú 14 stig, Hósvíkingur 11, Glyvrabáturin 6, Tvørábáturin 4 og Fortuna 3 stig.

Annars vóru fleiri nýggir vinnarar á sundalagsstevnuni:

Úrslitini frá Sundalagsstevnuni og FM-støðurnar síggjast her.

Í dag verður triði FM-tóðurin rógvin á jóansøku á Tvøroyri.

Startrøðin á jóansøku 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025

38 Leygardagur 21. juni 2025

- Hákun hevur dugað væl at finna fram til, hvat er best fyri hann

- Eg eri ógvuliga glað fyri, at Hákun er komin so langt við eyðsýndu hondbóltsevnunum og fyri stórfignu upplivingarnar. Hetta sigur Hallbera Fríða West, mamma týska meistaran, sum farna vikuskiftið spældi Champions League finalu

Hákun saman við unnustuni (t.h á myndini), mammuni og systurini eftir sigurin fyri Føroyar í Amsterdam í mars
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undanfarna sunnudag gjørdist fyrsti føroyingur nakrantíð týskur meistari. Hetta er stórt, millum annað tí at Bundesligan er tann sterkasta hondbóltsdeildin í heiminum - og Hákun West av Teigum er fyrsta val á høgra vongi hjá Füchse Berlin.

Portalurin prátaði farna vikuskiftið við mammu føroyska landsliðsprofilin. Vit spurdu fyrst Hallberu Fríðu West, hvussu tað er at hava ein son, sum er týskur meistari.

- Fólk siga ofta, at eg má vera nakað stolt av Hákuni. Tað eri eg sjálvandi, men eg eri mest glað fyri, at Hákun er komin so langt við eyðsýndu hondbóltsevnunum. Eg eri eisini takksom fyri nógvu stórfingnu upplivingarnar, ið vit sum familja hava fingið orsakað av hondbóltinum. Leiðin til tílík stórfingin úrslit er tó ikki uttan stríð og truplar avgerðir, men tað er ein partur av tí.

Hallbera hevur verið til fleiri stórar hondbóltsupplivingar, sum Hákun West av Teigum hevur havt á hondbóltsvøllinum. Tað bar ikki til at vera til avgerandi Bundesliga dystin í Mannheim undanfarna vikuskiftið, men síðsta vikuskiftið er hon í Köln, har Füchse Berlin fyrst spældi hálvfinalu og síðan finalu í Champions League.

- Eg havi fleiri ferðir verið til stórdystir í Berlin. og mær dámar tað ordiliga væl: Tónleikur við góðum rytmum, gott huglag millum áskoðarar og framúr hondbóltsspæl. Final Four er tó størri enn ein einstakur dystur, so eg eri sera spent og gleði meg. Tað at Hákun skal spæla við, ger tað tó til nakað heilt serligt.

[object Object]
Hákun sum 15 ára gamal saman við Hallberu til ein dyst í Aalborg. Hetta kappingarárið hevur Hákun verið við at senda júst Aalborg út ur Champions League (Privatmynd)

[object Object]Hákun West av Teigum - her til reiðar at fara til dyst fyri Füchse 

Tað eru fá, um nakar, ið kenna ein persón betri enn mamman. Vit fingu Hallberu Fríðu West at seta orð á, hvat ger, at Hákun kann spæla og gera seg galdandi á so høgum stigi:

- Evnir, hugur og arbeiðslag er helst sjálvsagt í svarinum, men tað er eisini eitt úrslit av eini longri stigvísari tilgongd og góðari hjálp. Tað var tó ikki altíð greitt, hvør besta leiðin var og ofta hava vit tosað um ymisku møguleikarnar. Onkursvegna hevur Hákun dugað væl at funnið fram til júst hvat tað besta var fyri hann, sigur Hallbera at enda.

23-ára gamli hoyvíkingurin hevur stríðst seg í eina støðu, har hann byrjar fast inni hjá besta liðnum í Týsklandi, sum farna vikuskiftið kundi staðfesta seg sum millum tey bestu í Evropa - og í heiminum. Nakað, ið familjan og aðrir føroyingar veruliga kunnu fegnast um.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2025

39 Leygardagur 21. juni 2025

- Hákun er ótrúliga dugnaligur, treiskur og ein fyrimynd

- Tað, at vit annað árið á rað hava ein føroying í Final Four í Chmpions League, vísir, at vit hava spælarar, sum kunnu gera seg galdandi á hægsta stigi. Hetta sigur ítróttastjórin í HSF: Hákun er fyrsta val á einum plássi hjá helst heimsins besta liði í løtuni

Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen vóru venjarar hjá Hákuni West av Teigum á ungdómslndsliðunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hann er, sjálvandi, ótrúliga dugnaligur men eisini tvørur og arbeiðssamur. Samstundis hevur hann eisini verið dugnaligur til at taka av sínum møguleikum. Fyrstu tíðina í Füchse vóru løturnar á vøllinum ikki so nógvar - nú er hann fyrsta val á tí, sum í løtuni má metast millum bestu hondbóltslið í heiminum.

Soleiðis lýsir Mark Lausen-Marcher høgra vongin hjá týska høvuðsstaðarfelagnum. Mark kennir væl Hákun West av Teigum: Hann var venjari hjá Hákuni á øllum ungdómslandsliðnum, og Mark er nú ítróttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Hákun West av Teigum hevur í júst farnu undankapping gjørt sítt til, at Føroyar vunnu sín bólk. Hann er eisini vorðin fyrsta val í Füchse Berlin.

[object Object]
Hákun West av Teigum í einum av sínum stóru avrikum - og einum megnaravriki hjá føroyskum hondbólti - í sigrinum á Spania í U21 HM-endaspælinum í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Farna vikuskiftið spældi 23-ára gamli hoyvíkingurin um Champions League-heitið á Final Four-stevnu í Köln. 

Í fjør spældi javngamli Elias Ellefsen á Skipagøtu Final Four í heimsins fremstu kapping fyri lið. Tað frøir sjálvandi Mark Lausen-Marcher, at hetta sær út sum ein góður vani.

- Tað, at vit annað árið á rað hava ein føroying í Final Four í Chmpions League, vísir, at vit hava spælarar, sum kunnu gera seg galdandi á hægsta stigi. Hetta eru heilt víst fyrimyndir hjá mongum ungum hondbóltsspælarum og nakað at síggja upp til, staðfestir ítróttastjórin fyri Portalinum.

Til seinast spurdu vit Mark Lausen-Marcher, um hann sær liðið hjá Hákuni West av Teigum sum favoritt til at lyfta steypið, tá vikuskiftið kemur móti endanum.

- "Regulin" til Final Four plagar at vera, at favoritturin ongantíð vinnur. Men eg noyðist tó at siga, at Füchse er favorittur - bæði orsakað av lutakastið, men eisini tí at eg haldi, at liðið spælir tann besta hondbóltin.

Hákun West av Teigum, Mathias Gidsel og hinir vunnu leygardagin 34-24 á franska liðnum HBC Nantes. Í finaluni gjørdust teir tó ov stuttir. SC Magdeburg vann 32-26 á Füchse Berlin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2025

40 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyar bjargaðu einum týðandi stigi við brotskasti í seinasta sekundi

Tað eydnaðist ikki at fáa tamarhald á Elmari Erlingssyni, sum skoraði 17 ferðir, og íslendska mansverjan móti Óla Mittún eydnast sum heild væl. Seinastu sekundi í dag kunnu tó gerast avgerandi fyri Føroyar

(Mynd: IHF / Kollektiff / Sasa Pahic Szabo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar vóru á odda so at siga allan dystin móti Íslandi hósdagin, sum var annar dysturin í HM-bólkaspælinum. Men íslendingar treiskaðust, og í seinastu sekundunum skuldi eitt lítið undur til fyri at fáa stig.

Tað eydnaðist eisini. Dómararnir úr Uruguay dømdu ein heldur tunnan álopsfeil móti Íslandi - ein sum venjaratoymi teirra var í luftuni yvir. Føroyar gjørdu skjótt av, og Óli Mittún fekk bóltin á miðjum vølli, tá 2-3 sekund vóru eftir. Hann varð harðliga feldur av íslendara, sum royndi at vinna ein álopsfeil.

Hetta kostaði eitt reytt kort og sambært reglunum: brotskast til Føroyar. Tað tók Óli sær sjálvur av, og nummar 78 var púra tryggur. 

35-35, og so var stórur fagnaður á føroysku spælarum, venjarum og mælsku fjepparunum. Hetta tí at man stríddi seg aftur til eitt stig, sum kann gera stóran mun í tætta bólkinum.

Óli mansvardur - eingin steðgaði Erlingssyni

Óli Mittún var flúgvandi fyrstu stóru tjúgu minuttirnar - við sjey málum uppá sjey skot og nógvum góðum nærdystum og fríspælingum. Ísland fekk als ikki steðgað Føroyum, men so komu hyggiráðini: At mansverja Óla Mittún. Hetta gav Føroyum størri pláss, men tað varð bert í løtum gagnnýtt til fulnar.

Har hevði serliga Trúgvi Hávardsson góðar atgerðir, meðan tað sveiggjaði hjá Høgna Heinasyni - Ísak Vedelsbøl var tryggur á strikuni. Av vonginum brendu føroyingar heldur illa.

Maðurin, ið mansvardi Óla, var ikki til at steðga í hinum endanum. Elmar Erlingsson hevur áður vunnið íslendska meistaraheitið - sum blaðungur saman við Dánjali Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus. Hesaferð skoraði hann heili 17 ferðir, og var ein marra fyri føroyska verjuna, sum ongantíð heilt kom í gongd.

Skeiva 5-1 verjan móti endanum við Róa Seyer Hjaltasyni frammarliga hjálpti nakað.

Sum heild skulu føroyingar, eftir umstøðunum og við úrslitunum í fyrra dystinum í huga, vera væl nøgdir við eitt stig. Men eftir leiðslu leingi, sum í summum førum, var á fimm málum, skulu teir eisini veruliga inn at hyggja eftir, hví teir misti takið móti liðnum, sum vantaði profilar. 

U21 HM 2025 - bólkur F, 2. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Ísland 35-35 (21-19)

Norðurmakedonia - Rumenia 27-28 (17-12)

Støðan
1. Rumenia 4 stig
2. Føroyar 3 stig
3. Ísland 1 stig
4. Norðurmakedonia 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum til meginumfarið

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 10 (3)
Trúgvi Hávardsson 4
Høgni Heinason 4
Høgni Højsted 2
Rókur Ziskason 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Búi Poulsen 1
Rói Hjaltason Seyer 1

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lačok: 3
Torstein Sivertsen: 3

Síðstu dystirnir í innleiðandi umfarinum verða spældir í dag. Klokkan 10.45 spæla Føroyar móti Rumenia og kl. 13 Ísland móti Norðurmakedonia

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2025

41 Leygardagur 21. juni 2025

Íslendski venjarin: - Dómarin tók sigurin frá okkum

Einar Andri Einarsson viðurkennir, at Føroyar spældu væl í dystinum móti Íslandi. Í samrøðu við handbolti.is, staðfestir venjarin eisini, hann er als ikki samdur í, at Óli Mittún átti brotskast í evstu løtu

Tað skuldi verið álopsfeilur móti honum - ikki reytt kort og brotskast. Og beint áðrenn varð einki dømt í hinum endanum, heldur Einarsson fyri (Mynd: IH/Kolektiff)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Katowice, Poland (Portalurin): - Tað var øðilig veipan við ørmum, málagreipan, eiður og annað, sum dómararnir úr Uruguay - og eisini nakrir føroyskir spælarar fingu yvir seg móti og eftir dystarenda hósdagin.

Hetta var í sambandi við 35-35 gysaran í 2. umfari í HM-bólkaspælinum.

Íslendsku spælararnir og serliga venjaratoymið vóru í øðini í sambandi við, at Føroyar fingu brotskast og javnaði, sum tíðin fór.

- Tað var føroyingurin, sum rann á Össur á miðjum vølli. Tað er einki í reglunum, sum sigur, at hetta er reytt kort og brotsspark, og eins og dómararnir dma.

Hetta segði ein sintur og vónbrotin Einar Andri Einarsson í viðtalu við íslendsku hondbóltssíðuna handbolti.is.

Hann heldur, at Óli Mittún gjørdi brotið - ein álopsfeil. Og forrestin so vóru tað ikki íslendingar, sum gjørdu álopsfeil nøkur sekund frammanundan, tá Ísland kundi avgjørt dystin í álopinum; heldur átti tað at verið fríkast dømt til Birkir Snær Steinsson.

- Niðurstøðan er eitt vónbrot, og tað vóru ógvuliga dýr stig sum vit mistu (...) eg fari at loyva mær at siga, at sigurin varð tikin frá okkum, sigur íslendski venjarin.

[object Object]
Íslendingar og føroyingar vóru hálvgum í roki nakrar ferðir - oftast vóru Rókur Ziskason og Ísak Vedelsbøl íblandaðir. Íslendingar royndu at erta føroysku miðverjarnar og fáa teir vístar út; teir vóru ikki bangnir fyri at muta ímóti (Mynd: IHF/Koletktiff)

Í greinini á handbolti.is ber til at síggja støðurnar. IHF hevur eisini avgerandi støðurnar á sínum Facebook- og Instragram-síðum.

Einar Andri Einarsson viðgongur eisini, at føroyingar spældu væl. 

- Teir góvu okkum nógvar avbjóðingar við 7 móti 6 spælinum, og tað var serliga strævið at spæla móti Óla Mittún. Tað eydnast tó væl at taka hann burturýr.

Úrslitið merkir, at Ísland hevur tørv á hjálp frá Rumenia í dag. Um Føroyar fáa stig, so er Ísland úti av HM; ella skal spæla President's Cup sum er "taparaendaspælið".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

42 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyska ferðin og snildi sigraði á norðurmakedonska fysikkinum

Óli Mittún var flúgvandi við 15 málum og øðrum góðum, og heildaravrikið hjá Føroyum var serliga gott í 2. hálvleiki í Polandi. Tvey søt HM-stig komin í hús

Óli Mittún gjørdist toppskjútti og dagsins maður (Mynd: IHF / Kollektiff)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Katowice, Poland (Portalurin) Føroyska liðið vísti snildni, gott skil, kaldleika og mótstøðuføri móti Norðurmakedónia. So líðandi í 1. hálvleiki tóku Føroyar eitt sindur yvir, og í 2. hálvleiki vóru so at siga allatíðina nøkur mál á muni.

Norðurmakedonia royndi at koma innaftur, men føroyingar ristust ikki, hóast tað einaferð fór frá +6 til +3. Tað, at munurin gjørdist fimm mál samanlagt, kann fáa týdning seinni.

Óli Mittún gjørdi í løtum heilt, sum honum lysti. Umframt 15 mál legði hann upp til fleiri, og føroyski bakspælarin var ikki til at stýra fyri trilvandi norðurmakedónsku verjuna.

Ísak Vedelsbøl og Rókur Ziskason vóru sterkir á strikuni og í miðverjuni, og á høgra vongi kom Óla Jákup Gaard Olsen inn við kaldleika: Vestmenningurin skoraði fimm av seks skotum og var ein lykil í sigrinum.

[object Object]
Óla Jákup Gaard Olsen helt sum heild tungina mitt í munninum í dag (Mynd: IHF / Kollektiff)

[object Object]
Torstein Sivertsen við stórum innsatsi í málinum - 11 bjargingar  (Mynd: IHF / Kollektiff)

Fyrstu løtuna vantaðu bjargingar, meðan føroyingar eisini leitaðu eftir loysnini uppá longu norðurmakedónsku álopini og góðu skotini. Síðani kom Torstein Sivertsen inn í málið og hevði samanlagt 11 bjargingar - fleiri heilt stórar. Stórt avrik og Aleksandar Sasha Lacok kom inn til millum annað stóra brotskastsbjarging seint í dystinum.

Samanumtikið vóru føroyingar omaná móti liðnum, sum endaði nummar 9 til EM í fjør. Við sterka avrikinum er grundarlagið lagt, og um tvey stig koma til høldar móti Íslandi her í morgin, so kann man helst byrja at hugsa um meginumfar og annað spennandi í HM-endaspælinum.

[object Object]Rókur Ziskason og hinir vóru omaná í dag (Mynd: IHF / Kollektiff)

U21 HM 2025 - bólkur F, 1. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Norðurmakedonia 33-28 (16-15)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 15 (9 upplegg)
Óla Jákup Gaard Olsen 6
Rókur Ziskason 4
Ísak Vedelsbøl 4
Høgni Heinason 2
Trúgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1

Bjargingar: 
Torstein Sivertsen 11 (37 prosent) - eitt brotskast
Aleksandar Sasha Lacok 5 - tvey brotskøst

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

43 Leygardagur 21. juni 2025

Eyðbjørn slapp loksins at spæla í einum HM-endaspæli

- Tá vit komu til Kroatia, fingu vit at vita at eg slapp ikki at spæla. Eyðbjørn Heini Danielsen greiðir frá, hvussu tað var til U19 HM fyri tveimum árum síðani og kensluna at spæla nú. - Vit eru millum tey bestu í heiminum, tá vit raka toppstigið

Eyðbjørn Heini Danielsen (nummar 13) á veg úr skiftingarrrúminum undan dystinum móti Íslandi. Skrásetingartrupulleikar vóru í 2023, har hann noyddist at stuðla liðnum uttan fyri vøllin (Mynd: IHF/Kolektiff)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Katowice, Portalurin (Portalurin): Hann er smílandi, lættur og prátingarsamur, tá vit seta okkum niður í móttøkuhølinum á Novotel gistingarhúsinum, tætt við miðbýin í "HM-býnum" hjá Føroyum.

Tað er ei undur í. Eyðbjørn Heini Danielsen fekk húgvuna frá Miðnámi í Vestmanna fyri júst einari viku síðani, og nú hevur hann spælt sínar fyrstu HM-dystir. 

Tað skuldi hann eisini fyri tveimum árum síðani. Vestmenningurin - ella válamaðurin - hevði fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá VÍF, og var úttikin til U19 HM har hann skuldi hava sín leiklut í serliga føroysku verjuni.

Men hetta varð av ongum.

- Tá vit komu til Kroatia vóru trupulleikar beinanvegin, tá vit skulu "checka" inn, har vit búðu. Síðani fekk Rani (liðleiðarin, red.) at vita á fundi, at eg als ikki var á listanum. Og vit fingu at vita, at eg ikki kundi spæla fyrsta dystin. So hugsaði vit "fínasta slag", men tað varð so, at eg als ikki slapp at spæla í HM-endaspælinum.

Eyðbjørn greiðir frá, at IHF hvørki var til at høgga at stinga í, hóast umboð úr Hondbóltssambandinum royndu sítt ítarsta at ringja og skriva teldupostar.

- Man fann ongantíð júst útav, hvør orsøkin var, men eg stóð so á. Og soleiðis var tað. 

[object Object]
Eyðbjørn Heini Danielsen helt á at venja saman við liðnum og stuðla av áskoðaraplássinum. Her tosar hann við Høgna Højsted um onkra verjustøðu (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Tá hann ikki spælir, er Eyðbjørn íðin at stuðla sínum liðfeløgunum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Nú, smá tvey ár seinni, viðurkennir vestmenningurin, at hetta var hart at fáa at vita - at tað var veruleikin eftir harða arbeiðið og túrin niður. Men hann royndi at fáa nakað burturúr og at stuðla liðnum, sum hann kundi. Millum annað vandi hann við og rópti av áskoðaraplássunum.

- Eg hugnaði mær eisini á áskoðaraplássinum og royndi at koyra á teir, sigur hann smílandi.

Stuttligt at hava leiklut hesaferð - kunnu koma langt

Eyðbjørn Heini Danielsen hevur sínar sereginleikar í verjuspælinum. Hesaferð stóð hansara navn á listanum, og serliga í góða 2. hálvleikinum móti Norðurmakedonia mikudagin, hevði hann sín leiklut.

- Tað var stuttligt og kendist væl - heldur serstakt at spæla HM og deiligt at hjálpa liðnum.

[object Object]
Eyðbjørn (nummar 13) og hinir blokera eitt skot hjá norðurmakedonum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Føroyar spæla avgerandi dyst móti Rumenia í dag, har víðari pláss er uppá spæl. VÍF-spælarin sigur, at dysturin móti Íslandi var tungur, men at liðið er til reiðar til at loysa uppgávuna móti Rumenia: Tað kann vera ógvuliga umráðandi víðari í kappingini at vinna dystin - og ikki "bara" fáa stig.

Men hvussu langt kunnu Føroyar so koma í hesum endaspælinum, spyrja vit Eyðbjørn at enda:

- Tá vit raka okkara toppstig, eru vit millum tey bestu í heiminum í hesum aldrusbólkinum. So alt kann henda

Hoyr alla samrøðuna við hann her

Føroyar spæla seinasta HM-bólkaspælsdystin móti Rumenia í dag, leygardagin 20. juni, klokkan 10.45. Eitt stig er nóg mikið til at koma víðari

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

44 Leygardagur 21. juni 2025

Silja Arngrimsdóttir Müller aftur í Neistanum

Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Vali í Íslandi, men kemur aftur til Føroya

Nicholas Satchwell, høvuðsvenjari, og Silja Arngrimsdóttir Müller (Mynd: Neistin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

- Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Vali í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

Neistin fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at standa í málinum hjá Neistanum aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2025

45 Leygardagur 21. juni 2025

U19: Aftur ein tættur dystur

Føroyar vóru á odda 10-8 í hálvleikinum, men kortini eydnaðist tað íslendingum at vinna 23-21

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin vunnu íslendsku U19-kvinnurnar á Føroyum við einum máli, 26-25, og í seinna dystinum millum liðini sunnudagin, gjørdist tað aftur tætt.

Eins og leygardagin, endaði tað við sigri til Ísland, sum vann 23-21 eftir at Føroyar vóru á odda 10-8 í hálvleikinum.

Talan var um ferðmiklan dyst, har Føroyar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki. Føroysku kvinnurnar vóru eisini omaná um miðjan seinna hálvleik, 16-14. Tær gjørdu tó fleiri tekniskar villur næstu løtuna, har Ísland fekk nøkur løtt skjótálop og mál. Føroyar megnaðu ikki at fanga Ísland aftur seinastu 10 minuttirnar og taptu sostatt við tveimum málum, 23-21.

Málskjúttar hjá Føroyum
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (2)
Sára Berg á Lag 5
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Marjun Kristina Jansdóttir 2
Joan Rúnadóttir Johannesen 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1
Elida Joensen 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marta Agnarsdóttir Højgaard

Dystirnir móti Íslandi vóru fyrireiking til EM-endaspælið í juli í Montenegro, har Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania, skrivar Hodbóltssambandið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

46 Leygardagur 21. juni 2025

U17: Tryggur sigur til Ísland

Seinni venjingardysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 29-20 til íslendingar

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir at hava vunnið á Føroyum við seks málum leygardagin, vunnu íslendsku U17-kvinnurnar aftur greitt í seinna venjingardystinum við Streymin sunnudagin.

Tað bleiv til ein tryggan 29-20 sigur, eftir hálvleiksstøðu á 17-7.

Føroyar byrjaðu serstakliga illa og vóru aftanfyri 6-1 eftir sjey minuttir. Føroyska liðið fekk ikki glið á álopsspælið, gjørdu nógvar villur og brendu stórar møguleikar. Ísland fekk av tí sama nógv skjót og løtt mál.

Álopsspælið fleyt tó betri í seinna hálvleiki, og skotini sótu betri. Føroyar endaðu við at vinna seinna hálvleik við einum máli, og var tað nakað jaligt at taka við, skrivar Hondbóltssambandi.

Málskjúttar hjá Føroyum
Halla Haldansen 3
Lý Dávadóttir Magnussen 3 (1)
Bjørk Mariusardóttir 3
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3
Meta av Fløtum 2 (1)
Lilja Skaalum Vilhelm 2
Fríða Eysturtún Rubeksen 1
Maria Poulsen Hellisdal 1 (1)
Herdis Højgaard Petersen 1
Vár Leo Mortansdóttir 1 (1)

Dystirnir móti Íslandi farna vikuskiftið vóru fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august. Har hittast liðini aftur, tí Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2025

47 Leygardagur 21. juni 2025

Dreymalutakast hjá Víkingi í Champions League

Sum ikki-styrkismettir fingu føroyameistararnir Lincoln Red Imps av Gibraltar. Liðið var í einum bólkaspæli í 2021 - síðani hevur Red Imps tapt sjey av átta evropeiskum uppgerðum. Sum útgangspunkt verður fyrri dysturin í Klaksvík 8. juli

Í fjør vann Víkingur seg víðari við sigri í Klaksvík - móti liði, sum tá lá aftast í fremstu lettisku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað skuldi bara ikki verða Steaua Bukarest úr Rumenia, sum er eitt av allarsterkastu liðunum í umfarinum.

Hinir møguleikarnir vóru betri, har Víkingaynski helst var Lindfield ella Lincoln Red Imps. Tað bleiv síðstnevnda - meistaraliðið úr Gibraltar sum er næstniðast á evropeiska styrkislistanum fyri ovastu kappingarnar.

Gamaní var liðið av Gibraltar í Conference League-bólkaspælinum í 2021, har Red Imps rakti væl í 1. umfari í Champions League og í play-off í Conference League.

Einki stig kom til høldar í bólkinum við FCK, PAOK og Slovan Bratislava. Síðani 2021 hevur liðið spælt átta evropeiskar uppgerðir, og vunnið eina - eftir brotsspørk móti liði av Malta.

Linfield, Drita og Breiðablik vóru aðrir møguleikar hjá Víkingi. Tey vóru líka undir Red Imps í styrkistølum, men bólkaspælið frá fýra árum síðani telur so mikið nógv upp. Sum nú er, má hetta metast at vera á pappírinum best møguliga lutakastið hjá Víkingi í 1. umfari av Champions League.

Í 2014 tapti felagið samanlagt 6-3 í síni fyrstu roynd í Evropa - móti HB.

Talan er tó um eitt felag, ið eigur fitt av peningini, og millum annað hevur nógvar spanskar spælarar. Lagt er upp til spennandi uppgerð millum Víking og Red Imps.

Vinnarin fer víðari til 2. umfar og hevur so tríggjar "dystarbóltar", í mun til eitt deildarspæl. Taparin sleppur at leypa yvir til 3. umfar í Conference League, og royna seg aftur har. Tað varð staðfest eftir lutakast til endans, at júst hendan uppgerðin var ein av teimum báðum hepnu.

Sum útgangsstøði hevur Víkingur heimavøll, í Klaksvík, 8. juli og útivøll 15. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

48 Leygardagur 21. juni 2025

Bæði KÍ og NSÍ fingu finska mótstøðu

Samuel Chukwudi og SJK skulu royna at koppa KÍ - NSÍ skal royna seg móti størsta finska felagnum: HJK Helsinki

Samuel Chuckwudi kemur til Klaksvíkar saman við finska liði sínum 17. juli (Savnsmynd: hs.fi)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var beinanvegin, at føroysku umboðini í 1. umfari í Conference League komu úr pottinum tá lutakast var í Nyon.

Tað varð ikki ynskimótstøðan hjá KÍ, Pennybont úr Wales, sum kom úr bollanum. Ístaðin skal suverena oddaliðið í Betrideildini royna seg móti SJK Seinajoki. Liðið er í løtuni á 5. plássi í tøttu finsku deildini, og meira sermerkt - liðið hevur ein føroyskan spælara á liðnum. Samuel Johansen Chuwkudi hevur gjørt vart við seg í SJK síðani skifti úr HB í vetur.

Tað varð heldur ikki ynski hjá føroyska miðverjanum at skula møta nøkrum, sum hann kennir væl. KÍ fer helst at vera ein lítil favorittur til hesa uppgerðina, men tað kann gerast ógvuliga tætt.

KÍ byrjar í Finnlandi 10. juli.

NSÍ var, í mun til KÍ, ikki styrkismett. Liðið úr Runavík fekk eisini heilt stóra finska felagið HJK Helsinki, sum einki føroyskt felag hevur koppað enn.

HJK er tvey stig framman fyri SJK í tætta oddastríðnum í Veikkausliiguni. Høvuðsstaðarfelagið byggir uppaftur eftir eitt heldur miseydnað 2024, har tað tó eydnaðist at senda KÍ út úr Conference League play-off, og kortini koma í eitt deildarspæl.

NSÍ byrjar á heimavølli. Eftir ætlan verður tað 10. juli í Klaksvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

49 Leygardagur 21. juni 2025

Samuel: - Ikki nakar serligur munur á okkum og KÍ

SJK Seinäjoki skal royna seg móti suverena oddaliðnum í Føroyum - hetta við føroyskum miðverja sum týðandi spælara. - Hetta var eitt heilt okay lutakast, men vit vita, hvussu skarpir KÍ’ararnir eru til evropeisku dystirnar

Samuel Chukwudi í steypasigri hjá HB í Klaksvík í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki heilt vanligt, at føroyskir spælarar spæla ímóti føroyskum feløgum í evropeiskari kapping. Eitt dømi er, tá Gunnar Nielsen stóð í mál fyri FH til spennandi Champions League-dystirnar móti Víkingi í 2017 (FH vann 3-2 samanlagt).

Seinastu árini er tað nakrar ferðir komið fyri, at spælarar, ið hava spælt í Føroyum hava møtt sínum gomlum liði: Adrian Cieslewicz og Kaimar Saag og B36

Í lutakastinum til 1. umfar í Conference League í vikuni hendi tað, sum sambært Samuel Chukwudi helst ikki skuldi henda:

- Vit kunnu møta KÍ í Conference League. Nú veit man, hvussu væl teir duga at spæla hesar evropeisku dystirnar, so tað er líka við, at man vil sleppa undan at spæla móti teimum.

Hetta segði 21-ára gamli ára føroyski miðverjin, tá Portalurin tosaði við hann í sambandi við fyrstu tíðina í Finnlandi og vónir til millum annað evropeiska summarið.

- Vita teir eru skarpir - verður væntandi tætt

Men hvat heldur Samuel Johansen Chukwudi einar tíggju vikur seinni, og eftir lutakastið?

- Hetta var eitt heilt okay lutakast. Áðrenn lutakastið hildu vit ikki, at munurin á møguligu mótstøðuliðum okkara var stórur. Men vit vita, hvussu skarpir KÍ’arnir eru til evropeisku dystirnar, so tað verður ikki nøkur løtt uppgerð.

Føroyingurin í Finnlandi heldur sjálvandi, at tað er serstakt, at tvey føroysk lið koma á vitjan í Finnlandi - stórfelagið HJK Helsinki skal spæla móti NSÍ í sama umfari, sum SJK og KÍ spæla.

Samuel skal til Klaksvíkar at spæla 17. juli - KÍ vitjar Seinäjoki vikuna áðrenn. Vit spurdu fyrrverandi HB-spælaran, hvat hann væntar av dystunum:

- Eg vænti tveir tættar dystir, har KÍ fer at spæla sín vanliga evropeiska stíl, og har vit fara at royna at leypa á. Tað er torført at meta um styrkismunin á liðunum, men eg haldi, at stigið á liðunum er nokk so líka, staðfestir Samuel fyri Portalinum

SJK er í løtuni á 5. plássið í finsku deildini, har tólv umfør eru spæld - liðið hevur bert fimm stig upp til 1. plássið. Samuel Chukwudi hevur fingið nógv rós fyri síni avrik. Tá hann sat uttanfyri við vøddaskaða í síðsta mánaða gekst verri hjá SJK - hetta kostaði sum eisini landsliðspláss til samlingina fyrst í mánaðinum.

Sí eisini: - Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi afturat


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

50 Leygardagur 21. juni 2025

Brøndby vitjar í Gundadali 24. juli

Lutakast hevur verið til annað umfar í Conference League. Um KÍ og NSÍ spæla seg víðari, skulu tey til ávikavist Serbia og Bulgaria

Mattias Kvistgaarden og hinir í Brøndby IF skulu spæla móti HB á Tórsvølli 24. juli (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin var lutakast til annað umfar av triðovastu evropeisku fótbóltskappingini fyri feløg, Conference League.

Sum steypavinnari kemur HB beinleiðis í annað umfar í hesi kappingini, og HB fær forkunnuga mótstøðu.

Tí HB trekti danska felagið Brøndby, sum hevur verið danskur meistari fleiri ferðir, og sum endaði á triðja plássi í superligakappingini, sum júst er av.

HB og Brøndby spæla á Tórsvølli 24. juli og í Brøndby 31. juli.

Brøndby hevur einaferð fyrr vitjað í Gundadali í sambandi við evropeiskar kappingar. Tað var í 2008, tá liðið hitti B36 í fyrsta undanumfari í táverandi Uefa Cup.

Brøndby kom víðari við at vinna 1-0 á Ovara vølli í Gundadali og 2-0 á Brøndby Stadion.

Til Serbia og Bulgaria

Týsdagin varð staðfest, at KÍ og NSÍ fáa finska mótstøðu í fyrsta umfari, ávikavist SJK Seinäjoki (við Samuel Chuckwudi á liðnum) og HJK Helsinki.

Mikudagin gjørdist tað so greitt, at um hesi føroysku liðini spæla seg víðari í annað umfar, so skal KÍ spæla móti serbiska felagnum FK Radnički 1923, sum endaði á fjórða plássi í serbisku superliguni, og NSÍ móti bulgarska felagnum Arda Kardzhali, sum endaði á triðja plássi í bulgarsku liguni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

51 Leygardagur 21. juni 2025

NSÍ er nú níggju stig aftanfyri KÍ

Lítið lív í FM-stríðnum eftir ein annars lívligan dyst millum B36 og NSÍ, sum endaði 2-2. Úrslitið merkir eisini, at tað er ógvuliga tætt í stríðnum um topp-fýra

B36 og NSÍ skoraðu tvey mál hvør í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasti dystur í 13. umfari í Betrideildini varð spældur sunnudagin.

NSÍ var uttan millum annað Brand Hendriksson Olsen (leikbann) og Petur Knudsen (skaða), men legði seg á odda tvær ferðir í Gundadali. B36 treiskaðist tó. Málið hjá Pæturi Petersen í 79. minutti tryggjaði heimaliðnum eitt stig - Kristian Joensen misti í hesum førinum eitt langskot, Pætur var til reiðar, og so endaði tað 2-2. Sum heild letur NSÍ ov nógv mál inn fyri tíðina.

Úrsltið hevur við sær, at KÍ nú er níggju stig frammanfyri NSÍ og HB - bæði KÍ og HB vunnu tryggar sigrar á útivølli leygardagin. Ósigraða KÍ-liðið hevur eisini vunnið tvær ferðir á NSÍ, og hevur spælt tvær ferðir móti HB, so nú vit næstan eru komin í helvt við kappingina, bendir lítið á, at talan verður um eitt spenanndi FM-stríð.

Hinvegin er stríðið um 4. plássið nú uppaftur tættari. EB/Streymur og Víkingur vunnu á suðuroyarfeløgunum leygardagin - FC Suðuroy var annars á odda 1-0 á Eiði, tá 83 minuttir voru farnir, men annað umfari á rað vendi alt skeivan vegin hjá uppflytarunum.

EB/Streymur hevur harvið 20 stig, eins og Víkingur. B36 er eitt stig frammanfyri tey bæði. 4. plássið gevur evropeiskt pláss, um steypavinnarin ikki er eitt lið uttan fyri topp-trý.

Betrideildin 13. umfar
Sunnudagin 15. juni
B36 - NSÍ 2-2 (0-1)
15' 0-1 Michal Przybylski (Aron Knudsen)
72' 1-1 Bergur Poulsen (Ragnar Samuelsen)
76' 1-2 Steffan Løkin (Jasper van der Heyden)
79' 2-2 Pætur Petersen (Hannes Agnarsson)

Leygardagin 16. juni
EB/Streymur - FC Suðuroy 2-1 (0-0)
70' 0-1 Hunter Bell (Salmundur Bech)
84' 1-1 Virgar Jónsson
90' 2-1 Búi Egilsson (Boubacar Dabo)

B68 - HB 1-4 (1-2) - spældur í Fuglafirði
16' 0-1 Emil Grønn Petersen (Bartal Wardum)
18' 1-1 Aron Reinert Hansen (Sebastian Nielsen)
32' 1-2 Ási Dam (Lassana Faye)
60' 1-3 Dan í Soylu 
65' 1-4 Emil Grønn Petersen (Ási Dam)

TB - Víkingur 0-3 (0-3)
16' 0-1 Sølvi Vatnhamar, brotsspark
24' 0-2 Jørgen Nielsen (Poul Kallsberg)
27' 0-3 Stefan Radosavljevic (Poul Kallsberg)

07 Vestur - KÍ 0-4 (0-2)
37' 0-1 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
41' 0-2 Árni Frederiksberg, brotsspark
49' 0-3 Páll Klettskarð (Patrik Johannesen)
86' 0-4 Mads Boe Mikkelsen (Árni Frederiksberg)

Støðan

KÍ 37 stig
NSÍ 28 stig
HB 28 stig
B36 21 stig
Víkingur 20 stig
EB/Streymur 20 stig
B68 14 stig
07 Vestur 7 stig
FC Suðuroy 6 stig
TV 6 stig

Komandi dystir

Leygardagin kl. 13: FC Suðuroy - B68
Leygardagin kl. 19: TB - EB/Streymur

Sunnudagin kl. 15: 07 Vestur - HB
Sunnudagin kl. 15: KÍ - B36
Sunnudagin kl. 17.15: NSÍ - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025

52 Leygardagur 21. juni 2025

KÍ og Víkingur sum væntað í finaluni

Eingin slingur í valsinum - hóast KÍ bert vann tepurt á Argjum týskvøldið. Finalan um Løgmansteypið verður spæld 31. oktober

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað kundi verið spenningur í Sarpugerði, men við einum máli í hvørjum hálvleiki, lat Víkingur ongan iva verða um, hvat lið skuldi í finaluna.

B68 royndi, men mál frá Olafi Bárðarson og Poul Kallsberg fingu tað upp á 4-0 samanlagt.

Tað endaði 4-0 í fyrra dystinum millum AB og KÍ. AB avrikaði væl á degnum í seinnu hálvfinaluni á Argjum og svaraði aftur, eftir at KÍ tíðliga kom á odda.

Dysturin varð tó avgjørdur í 73. minutti: Sum so ofta fyrr hjá KÍ stóðu Páll Klettskarð og Patrik Johannesen fyri málunum.

Harvið spæla KÍ og Víkingur steypafinalu fríggjakvøldið 31. oktober. Umframt sjálvt steypið og heiðurin, so kann hesin dysturin verða avgerandi fyri, hvør fær seinasta evropeiska plássið. Um gongdin heldur fram sum nú er í landskappingini, so kann KÍ vinna greipuna hetta kvøldið.

Feløgini úr norðurøkinum spældu eisini steypafinalu í 2022. Tá fór Víkingur avstað við tí. Í fyrstu steyfinaluni millum feløgini, í 2016, var tað KÍ, sum sigraði.

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 17. juni

AB - KÍ 1-2 (1-1) - 1-6 samanlagt
12' 0-1 Páll Klettskarð
14' 1-1 Sørin Samuelsen
73' 1-2 Patrik Johannesen

Víkingur - B68 2-0 (1-0)  - 4-0 samanlagt
45' 1-0 Olaf Bárðarson
75' 2-0 Sjálvmál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2025

53 Leygardagur 21. juni 2025

Patrik hevur verið flúgvandi

Við tíggju málum í landskappingini, og ein av stóru profilunum hjá KÍ higartil í ár, hevur Patrik Johannesen verið flúgvandi í Betrideidini hjá monnum seinastu umførini

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv og eina glasplátu (Mynd: Mynd: Regin Davidsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men tað hevur eisini gingið væl higartil í ár. Vit liggja nummar 1 í landskappingini, og hava sum er meira enn annað beinið í steypafinaluni.

Tað sigur Patrik Johannesen úr KÍ, ið fyrstu trettan umførini í Betrideildini hevur skorað tíggju mál, og sum leygardagin, undan dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og KÍ, tók ímóti heiðurinum sum besti spælari í mai mánað.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri farna mánað, hevði tvøramaðurin í Klaksvík fingið flestar atkvøður. Honum á baki komu Sammy Skytte og Heini Fossdalsá Sørensen úr HB.

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen – Jón var í nógv ár ein av berandi kreftunum í TB – sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025

54 Leygardagur 21. juni 2025

HB, KÍ, Skála og Víkingur víðari

HB varpaði steypavinnararnar frá í fjør, NSÍ, út

Víkingur, sum í fjør fekk silvur í steypakappingini, vann mikukvøldið ein tryggan 3-0 sigur á B36, og hevur spælt seg víðari til hálvfinalurnar (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikukvøldið vóru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at HB, KÍ, Skála og Víkingur hava spælt seg í hálvfinalurnar.

Við trivaligum sigri á FC Hoyvík, hevur KÍ spælt seg víðari í steypakappingini kvinnum, saman við HB, Skála og Víkingi.

Mikukvøldið vóru fjórðingsfinalurnar á skránni. KÍ vann 9-0 á hoyvíkskvinnum, Skála sendi 07 Vestur til hús við einum 6-2 tapi, og í Sarpugerði vann Víkingur 3-0 á B36.

Fjórði dysturin var við Løkin í Runavík, har NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, hevði vitjan av HB. Og aftan á dystin er greitt, at nýggjur steypavinnarin skal finnast hjá kvinnum. Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0.

Stóra hetjan hjá teimum reyð-svørtu var málverjin Gunvá Lützen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki í vanliga dystinum bjargaði hon brotssparki, og í brotssparkskappingini tók hon aftur eitt, meðan tvey fóru fram við málinum.

Hósdagin var lutakast um hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum. Tað verður Skála móti KÍ og Víkingur móti HB.

Sum skráin liggur nú, so verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

55 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyar vunnu fyrsta Silver League-dystin í 2025

Bjarni Joensen avgjørdi dystin í fimta setti og varð eisini toppskjútti í dystinum í Kópavági. Íslendsku vertirnir høvdu annars vent 0-2 ti 2-2, men føroyingar vóru til endans sterkari

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Silver League, menn:
Føroyar – Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13)

Føroyska manslandsliði í flogbólti vann 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni 2025, sum varð spældur í Íslandi farna fríggjakvøld.

Eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrstu tvey settini og lógu á odda 8-5 í triðja setti, vóru útlitini fyri sigri avbera góð, men kinkur kom á, og Ísland javnaði til 2-2 í settum og var á odda 12-11 í fimta setti.
Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu settið 15-13 – og harvið dystin 3-2.

1. sett: Í fyrsta setti var leingi púra javnt, og fyrstu ferð tvey stig vóru á muni var tá Føroyar løgdu seg á odda 10-8. Føroyar megnaðu at økja til 19-14, men Ísland svaraði aftur og minkaði um munin til 17-19. Settið kom tó ikki í vanda, tí Føroyar vunnu fýra stig á rað og løgdu seg á odda 24-18, áðrenn settið varð vunnið 25-21.

2. sett: Annað sett minti um tað fyrsta, og eftir 9-9 fóru Føroyar framum 12-9. Ísland svaraði tó aftur og javnaði til 13-13, men gleðin hjá teimum var stokkut, tí Føroyar vunnu fýra á rað og løgdu seg á odda 17-13 og síðani 20-15, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

3. sett: Mynstrið endurtók seg í triðja setti, men endin var ein annar, tí eftir at Føroyar høvdu verið á odda 8-5, javnaði Ísland til 11-11, og hareftir skiftust liðini um at vera á odda, til Ísland hevði vunnið 25-23.

4. sett: Eftir javnleik 5-5 í fjórða setti, hevði Ísland hug at draga frá, og endin varð at Ísland vann 25-20, og so skuldi dysturin avgerast við javnbrótara.

5. sett: Føroyar fingu flúgvandi byrjan og løgdu seg á odda 3-0, men Ísland javnaði til 6-6 og fór síðan framum 10-9, 11-10 og 12-11. Føroyar vunnu síðani tríggjar bóltar á rað, og fóru framum 14-12, og eftir at Ísland hevði yvirlivað fyrra dystarbóltin, smassjaði Bjarni Joensen Føroyar til 15-13 sigur.

[object Object]
Bjarni Joensen - føroyskur toppskjútti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni var eisini toppskorari hjá Føroyum við 27 stigum; 24 av teimum við smassjum. Bróðurin, Hjørtur, fekk 21 stig; 18 upp á smassj. Wang brøðurnir,  Jóhan Arni og Jákup Árni, fingu tilsamans 19 stig; sjey við vinnarablokki.

Taptu 3-0 fyri Svøríki

Leygardagin spældu føroysku menninir aftur í Íslandi. Hesaferð tapti teir tó 3-0. Settúrslitini vóru 25-17, 25-15, 25-13.

Bjarni Joensen var aftur toppskorari hjá Føroyum við sjey stigum. Jákup Árni Elisson Wang vann fýra stig í blokkinum og seks til samans. Libero, Silas Poulsen, hevði eitt móttøkuprosent upp á 89.

Hetta vikuskiftið spæla Føroyar á heimavøli á Sandi ímóti Aserbadjan og Eysturríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2025

56 Leygardagur 21. juni 2025

Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg

Lítið restaði í tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu ímóti Luksemborg í seinasta dystinum í Silvurliguni á hesum sinni

(Mynd: CEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Silvurligan, kvinnur:
Luksemborg – Føroyar 3-0 (25-20, 25-11, 25-20)

Lítið restaði í sunnudagin, tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu ímóti Luksemborg í seinasta dystinum í Silvurliguni á hesum sinni, men tá settini skuldu avgerast, var Luksemborg tað hvassari.

Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men eftir javnleik 18-18, mistu Føroyar takið, og Luksemborg vann fýra stig á rað og síðan settið 25-20.

Í øðrum setti gekk javnt á til Føroyar minkaðu um munin til 9-10, men síðan mistu alt á gólvið, tí eftir hetta vunnu Føroyar bara tvey stig, so at Luksemborg vann settið 25-11.

Føroyar komu tó fyri seg aftur í triðja setti og løgdu seg á odda 20-19, men tað síðsta restaði í, tí Luksemborg vann næstu seks stigini á rað og settið 25-20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025

57 Leygardagur 21. juni 2025

Setti met í 5 kilometra renning

Julian Gregersen tók 32 ára gamalt føroyskt met í rennikapping í London í vikuni

Julian Gregersen í gulari Treysti-troyggju á ólavsøkurenning fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rennarin Julian Gregersen úr Klaksvík hevur sett nýtt met í 5 kilometra renning á landavegi.

Frælsur Ítróttur Føroya skrivar, at tað var ein stór løta fyri føroyska langteinarenning, tá Julian Gregersen týskvøldið rann 5 kilometar við tíðini 15 minuttir og 05 sekund – og harvið sló eitt 32 ára gamalt føroyskt met!

Tað var í 1993, at navnframi Albert Marni Joensen rann 5 kilometrar á landavegi upp á 15 minuttir og 24 sekund – eitt met, sum síðani hevur staðið órørt.

Men nú hevur Julian skrivað søgu við síni framúr tíð á Dashing Deer 5K í London.

Kappingin Dashing Deer 5K er partur av eini væl umtóktari kappingarrøð, ið verður hildin í vøkru Battersea Park.

Her luttaka bæði úrvalsrennar og dugnaligir motionistar. Julian var millum fremstu rennararnar hendan dagin.

Julian Gregersen er ein av trimum langteinarennarum, sum verður við á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í summar, har hann m.a. skal fenna 5 kilometrar á breyt.

Sami Albert Marni Joensen eigur eisini føroyska metið á hesum teininum. Tað ljóðar upp á 9 minuttir og 06,94 sekund. Spennandi verður, um tað metið eisini verður tikið, og hvussu langt tað røkkur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2025

58 Leygardagur 21. juni 2025

Oddvør Josephsen í stórformi undan oyggjaleikunum

Rennarin er veruliga komin fyri seg eftir drúgvan ryggskaða og hevur sett føroyskt met tríggjar ferðir seinasta mánaðin. Maria Biskopstø, sum eisini er uppvaksin í Treystinum, ger eisini bart og hevur sett nýggj met

Oddvør Josephsen á oyggjaleikunum seinast. Í ár skal hon renna 100 metrar, 200 metrar, umframt stafettirnar á 100 metrum og 400 metrum (Mynd: Jens Kr .Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Oyggjaleikirnar á Orkneyoyggjum nærkast, og føroysku íðkararnir fara nú inn í seinasta partin av fyrireikingunum.

Í frælsum ítróttum er altíð spennandi, hvat heiðursmerkjum viðvíkur. Soleiðis var millum annað á Guernsey í 2023, har ein tá komandi evropameistari, Jónas Gunnleivson Isaksen, tók flestu yvirskriftirnar.

Kvinnurnar gjørdi eisini bart, og tær síggja skarpar út í fyrireikingunum. Tríggjar eru lesandi, og renna til dagliga i í Jútlandi: Maria Biskopstø í Aarhus og Margit Weihe Frímundsdóttir og Oddvør Josephsen í Aalborg. Seinast runnu tær stafettinar saman við Rebekku Fuglø, og endaðu við bronsuheiðurmerki á 4x400 metrum.

[object Object]
Frá vinstru til høgru: Maria, Rebekka, Oddvør og omanfyri er Margit

Ætlanin er, at hesar fýra eisini á Orkneyoyggjunum renna 4x400 metrar saman, har tær aftur skulu royna at vinna heiðursmerki 

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, ið er úr Havn og búsitandi í Keypmannahavn, skal renna saman við Oddvør, Margit og Mariu í 4x100 metra stafettini. Teresa hevur eisini ymiskar oyggjaleikaroyndir.

Frá drúgvum skaða til fleiri føroysk met

Síðani oyggjaleikirnar fyri tveimum árum síðani hevur Oddvør Josephsen als ikki runnið so nógv uttandura sum ætlað. Orsøkin er ein ryggskaði, sum hevur darvað nógv.

Í 2025 hevur tó gingist heilt væl higartil - so væl at 24-ára gamla klaksvíkskvinnan hevur sett føroysk met tríggjar ferðir seinasta mánaðin. Talan er um tvey ymisk met, har hon hevur betrað um tað á styttra teininum tvær ferðir.

Tað fyrsta var annars til 200 metra kappinging á stóra King Baudouin Stadion i Brüssel, Belgia, 24 mai. Har rann Oddvør teinin uppá 25,53 sekund. Gamla føroyska metið á 200 metrum uttandura átti Margit Weihe Fríðmundsdóttir (25,68 sekund)

Rennarin úr Klaksvík er ógvuliga kvik og sterk á serliga stuttu teinunum. Bara í juni hevur Oddvør Josephsen tvær ferðir betrað um metið á 100 metrum, sum hon annars átti sjálv áðrenn.

[object Object]
Oddvør Josephsen eftir at hon hevði betrað um metið í Aalborg 

Fyrst var tað í kapping í Aalborg fyrr í hesum mánaðinum. Tá rann hon 100 metrar uppá 12,41 sekund. Hetta eru tíggju hundraðpartar skjótari enn gamla metið, ið hon sjálv átti: 12,51.

Hetta varð runnið tíggju hundraðpartar niður afturat til Copenhagen Open í Hvidovre um vikuskiftið. Nú eitur besta tíðin hjá Oddvør, og besta føroyska tíðin á teininum, 12,31 sekund.

Harvið er formurin góður, áðrenn kappast skal fyri Føroyar miðskeiðis í næsta mánaða. 

Maria Biskopstø megnar eisini at betra um og seta met

Formurin tykist eisini vera í lagi hjá Mariu Biskopstø. Hon er eisini úr Klaksvík og harvið uppvaksin í Treystinum.

Maria rennir sum oftast øðrvísi teinar enn Oddvør, og í omanfyrinevndu stevnu í Brússel í mai betraði hon um sítt føroyska met í 400 metra rimarenning: Hetta frá 1.02,74 minutt til 1.02,64 minutt.

Maria Biskopstø hevði eisini eitt frálíkt Copenhagen Open, tí hon setti nýtt føroyskt met á 400 metrum. Tíðin var 57,66 sekund.

[object Object]Maria Biskopstø sæst her koma á mál á Oyggjaleikunum í 2023. Hon hevur havt ein góðan mánaða, og vónandi heldur hetta fram inn í juli (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025

59 Leygardagur 21. juni 2025

Hesi vórðu heiðraði á Fimleikagalla 2025

Umleið 200 fólk vóru savnaði í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið, har átta heiðrar vóru

Rúna Kyster Gærdbo, ið hevur gjørt seriurnar hjá kvinnum Mira, pinkum Liva og gentur Eira, Havnar Fimleikafelag
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársins Fimleikagalla varð hildin leygardagin í Varpinum í Klaksvík.

200 fimleikarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir og innboðin vóru til eitt hátíðarligt kvøld, skrivar Fimleikasamband Føroya.

Tað snúði seg millum annað um at heiðra Føroya bestu fimleikarar og venjarar. Samanlagt átta heiðrar vórðu givnir..

Fimleikafelagið Flog og Klaksvíkar fimleikafelag skipaðu fyri saman við Fimleikasambandinum. 

Vinnarar
Ársins drakt 2025: Kvinnur Mira, Havnar Fimleikafelag

Ársins amboðsvenjari hjá monnum 2025: Rúni Lamhauge, Fimleikafelagið Støkk

Ársins estetiski venjari/venjaratoymi 2025: Paula Kunoy, Eyðna Gaard, Lív Eiðisgarð, Silvurlín Berg og Joan Kristina Finnsson – venjarar hjá smágentum Lilja, Fimleikafelagið Støkk

Ársins amboðsvenjari hjá kvinnum 2025: Durita K. Poulsen, Fimleikafelagið Støkk

Ársins amboðsíðkari hjá monnum 2025: Torleivur Christiansen, Havnar Fimleikafelag

Ársins føroyski koreografur 2025: Rúna Kyster Gærdbo, ið hevur gjørt seriurnar hjá kvinnum Mira, pinkum Liva og gentur Eira, Havnar Fimleikafelag

Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum 2025: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins estetiska lið 2025: Smágentur Lilja, Fimleikafelagið Støkk

Fleiri myndir her

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025

60 Leygardagur 21. juni 2025

Sera tætt millum tey fremstu í Vágum

Kappríðingarárið 2025 byrjaði leygardagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappríðingarárið 2025 byrjaði leygardagin á vøllinum hjá Vága Ríðingarfelag við flúgvarabedingina. Hóast veðrið var heldur váttligt, so gjørdist kappingin sera spennandi. Serliga í tvíspor 1 flokki, har tað var sera tætt millum øll rossini, einans 3 hundrandapartar av einum sekundi, millum nummar eitt og tvey og einans 68 hundrandapartar av einum sekundi, millum nummar eitt og nummar seks.

Vinnari gjørdist Silfá við Ásu Bárðardóttir á baki, tíðin var 18,15 sekund. Bragi og Alberg Lützen vóru nummar tvey við tíðini 18,18 sekund og nummar trý var Svanna og Barbara Carlsen, teirra tíð var 18,23 sekund.

Tvíspor 2 flokk vann Marengo og Barbara Carlsen, nummar tvey var Tindur við Barbaru R. Mouritzen og nummar trý Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tvíspor ung vann Thor við Sólrun Lützen, nummar tvey var Kiljan og Simona Tornby og nummar trý Orka og Eyðdis Halsdóttir.

Trav vann Dropi og Lív Djurhuus, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý var Gletta og Marner Joensen. Skeiðkappingina vann Stígur við Randarsól Heinesen í saðlinum, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý Vørður og Sólja Jógvansdóttir. Tølt vann Brynjar og Regin Johannessen, nummar tvey var Tango og Geir Wardum og nummar trý Strákur og Bárður Johannessen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2025