

Leygardagur 02. august 2025 | Nr. 31 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 6
SíÐa 15
SíÐa 19
SíÐa 27
SíÐa 36
SíÐa 29
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Løgmaður hevur hildið sína ólavsøkusetanarrøðu enn einaferð, hesaferð hegnisliga við retoriskum útgangsstøði av talvborðinum, og teimum leikum, kynstrum og snildum, sum finnast í hesum aldargamla borðspæli – hegnisliga fluttir yvir í politikk.
Hann hevur fingið almikið og uppiborið rós fyri framførsluna, meðan tað – sum vera mann – er meira misjavnt hvussu innihaldið er móttikið.
Eftir ólavsøku hevur tingið so verið saman fyri at umrøða røðuna, ein umrøða, sum sambært siði er eitt breitt aðalorðaskifti um politikk yvirhøvur. Høvuðsmálini hesar báðar dagarnar, ið røðan hevur verið til ummælis, hava eitt nú verið haldføri, kríggj, undirskot, eftirsleip ella afturúrsigling, ríkisrættarliga støðan í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin og so farleiðin til Suðuroyar.
Fyrsta og síðsta evnið, ið vórðu nevnd her, vóru eisini stríðsmál áðrenn tingið fór í summarfrí, tá hvørki Suðuroyartunnilin ella pensjónsaldurin (eitt av amboðunum at betra um búskaparliga haldførið) náddu á mál.
Dagarnar undan ólavsøku varð dúgliga gitt um, hvørt samgongan fór at halda hesa vikuna út, tí mett var, at Framsókn ikki longur var í krithúsinum hjá hinum samgonguflokkunum. Orgøkin er, at forkvinnan/fíggjarmálaráðkvinnan heldur fast uppá, at tað ber ikki til at fara í gongd við eina so stóra íløgu, sum Suðuroyartunnilin er, uttan fyrst at tryggja búskaparliga haldførið.
Og undir viðgerðini endurtók fíggjarmálaráðkvinnan síni krøv uttan at himprast óstortsligu hóttanirnar frá leysakrútinum í Javnaðarflokkinum, býráðsliminum á Tvøroyri, sum hevur átikið sær leiklutin á tingi, sum borgarstjórin í Skopun einaferð hevði, at hann legði seg tvøran so leingi hann ikki fekk undirsjóvartunnil til sína oyggj.
Úrslitið av tí atburðinum var, at borgarstjórin varð tveittur úr Javnaðarflokkinum fyri at enda sínar politisku dagar sum ein viðfáningur í Sambandsflokkinum.
Tey, sum fylgdu tingviðgerðini fram móti fundarloki fríggjakvøldið upplivdu okkurt, ið kundi bent á, at Sambandsflokkurin nú er á veg inn aftur í samráðingartoymið, sum í næstum eftir ætlan fer til donsku stjórnina at tingast um fríari ræsur á uttanríkispolitiska økinum, serliga til tess at skaffa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum, so sum Altjóða olympisku Nevndini, IOC, og Norðurlandaráðnum.
Sum tað framgekk á orðaskiftinum vórðu sambandsmenninir, sum enn sótu í salinum, sannførdir um, at ætlanin við samráðingunum kortini ikki er at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, og hesir heittu tí á løgmann um at senda flokkinum nýggja innbjóðing. Tað skal sigast, at formaður Sambandsfloksins ikki var teirra millum – hann var tá longu var farin til hús.
Tað er ein sannroynd, at Føroyar standa nógv sterkari í samráðingunum, um allir flokkar á tingi í útgangsstøði standa saman og hava felags ynski til samráðingarnar.
Kemur Sambandsflokkurin við, so er í øllum føri okkurt konkret politiskt úrslit komið burturúr hesa vikuna...
Løgmaður tosaði í talv-sjargon og boðaði millum annað frá, at landsstýrið nú til lønarsamráðingar um krónum heldur enn prosent, at pensjónsaldurin ikki verður hækkaður fyrr enn um 10 ár og at Føroyar fara at lata Ukraina skjóttgangandi bátar í stríðnum móti russum
Løgmaður kavaði niður í talv terminologiina, tá hann ólavsøkudag helt sína árligu frágreiðing til løgtingið í sambandi við at nýtt tingár byrjaði.
Hann sammetti politiska arbeiði við talvleik, og nýtti dømi úr talvsøguni og støður á talvborðinum fyri at lýsa hvussu hann sær politisku avbjóðingarnar, sum standa fyri framman.
Og hann brúkti eitt nú orðini hjá Føroya einasta stórmeistara, Halga Dam Ziska, tá hann lýsti sína støðu í avgerandi talvinum at vinna sær stórmeistaraheitið. Við støðugt at finna virknar og skapandi leikir, tí ein telvari ikki skal sættast við remis – javntalv – so leingi ein møguleiki er at vinna.
Broytingar í ríkisrættarligu støðuni
Eitt av dømunum úr talvi er, at ein telvari má flyta fólki, um hann nertir tað. Løgmaður brúkti hesa myndina at lýsa støðuna á ríkisrættarliga økinum. Bæði vit føroyingar og eisini danir ‘hava nortið fólki’, og mugu nú flyta.
Vit í 2012, tá táverandi sambandsløgmaður í setanarrøðu ynskti sær ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og í 2023 tá danski statsministarin í síni setanarrøðu ynskti eitt ‘javnbjóðis samstarv millum trý fólk, trý lond og tríggjar tjóðir’.
- Eg eri púra samdur. Báðir partar – bæði Føroyar og Danmark – hava nortið fólki. Tíðin er búgvin at flyta leikin, segði Aksel V. Johannesen, men legði eisini afturat:
- Men tað krevur, at vit í Føroyum standa saman.
Samráðast í krónum
Løgmaður kom víða um í sínari røðu, har hann lýsti bjartar politiskar ætlanir, tó uttan altíð at koma við greiðum lyftum um hvussu og nær hesar ætlanirnar verða settar ella kunnu setast í verk.
Ein ítøkilig ætlan er at gera nakað við støðugt vaksandi lønargjónna millum há- og láglønt.
Tí fer landsstýrið longu í heyst sum útgangsstøði at broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar. At tað í størri mun verður samráðst um krónur heldur enn um prosent.
- Eirargarður kann gerast okkara Oyrasund
Tá tað kemur til at betra um umstøðurnar hjá teimum ungu, sum lesa í Føroyum, so nevndi løgmaður, at umframt at fara undir at byggja kampus á Frælsinum í Havn, so er eisini ætlanin at økja um lestrarstuðulin, sum í Føroyum er væl lægri enn í Danmark. Hann verður hækkaður komandi summar.
Eisini verður farið undir at innrætta ein av bygningunum á Eirargarði til á leið 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra.
- Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrasund, segði løgmaður.
Hann boðaði eisini frá, at Bústaðir nú fáa boð um at arbeiða øðrvísi. Ikki fleiri dýrar íbúðir, men bíligir bústaðir til ung, ungar barnafamiljur, støk og eldri fólk, sum vilja flyta úr sínum sethúsum.
Og so er tað avtøkan av ‘grønmeti, blæum og øðrum útvaldum vørum’, sum fer at gera mun – serliga hjá barnafamiljum, hækkan av hámarkinum fyri barsilspening upp í 30.000 krónur og framhaldandi arbeiði fyri at stytta arbeiðsvikuna vóru eisini lyftir givin um.
Hægri pensjónsaldur um 10 ár
Og so er tað hækkingin av pensjónsaldrinum, ið jú er eitt átak, sum serliga Framsókn trýstir á, til tess at betra um fíggjarliga haldførið.
Um pensjónsaldurin segði løgmaður:
“Tað er gott, at miðallivialdurin framvegis hækkar. Men tað merkir, at vit fáa pensjón í støðugt fleiri ár, og at vit gerast støðugt fleiri eldri. Men samstundis verða støðugt færri at rinda. Tað hongur ikki saman.
Og broytingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2035. Tá verða tær stigvísar og við undantøkum. Eitt nú kunnu tey, ið hava arbeitt frá ungum árum, fara frá áðrenn pensjónsaldur. Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár.”
Vónir um semju um Suðuroyartunnil
Um hitt stórmálið, sum ikki varð avgreitt í seinastu setu, Suðuroyartunnilin, segði løgmaður:
“Missir tú fólkið, tapir tú talvið. Seinastu 40 árini hevur Suðuroyggin mist nógv fólk og stendur til at tapa, verða ikki avgerandi leikir fluttir. Vit hava tikið ábyrgd. Vit hugsa væl og fara hóvliga. Vit hava í huga, at aldrin kann ein gjørdur leikur broytast. Nú kanna vit fleiri møguleikar, áðrenn vit flyta. Eg eri vónríkur um breiða semju, tá ið vit leggja uppskotið fram aftur í heyst. At vit standa saman.”
Á samferðsluøkinum lovaði løgmaður eisini, at Dalstunnilin helst verður latin um í ár og at farið verður undir Tjørnuvíkstunnilin í komandi ári. Og at tvær nýggjar ferjur, onnur til Kalsoyar og hin til Svínoyar og Fulgoyar, verða bygdar í næstum – tann fyrra verður boðin út í ár.
Lata skjóttgangandi bátar til Ukraina
Uttanríkispolitiskt er tað kríggini í Ukraina og Gasa og serliga viðurskiftini við Russland, sum órógva í løtuni, umframt ótrygga støðan, kanska serliga við tollstríðnum, sum USA er farið undir.
Løgmaður nevndi konkret at landsstýrið arbeiðir við at hjálpa Ukreinska við at lata teimum skjóttgangandi bátar.
Og viðvíkjandi stongslinum av ávísum russiskum trolarum, segði løgmaður, at landsstýrið í næstum fer at biðja løgtingið um at víðka um verandi heimildir, soleiðis at Føroyar kunnu seta tiltøk í verk móti tveimum russiskum reiðaríum, eins og ES og Noreg longu hava gjørt.
“Ikki orsaka av krígnum í Ukraina, men tí orsøkir eru at halda, at teirra skip taka lut í illgrunasomum virksemi.”
Løgtingið kemur saman aftur hósdagin at viðgera løgmansrøðuna.
Ólavsøkurøða løgmans í fullum líki sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2025
Landsstýrið tekur undir við fráboðan, ið 30 lond hava undirritað um kríggið í Gasa
Landsstýrið tekur undir við fráboðanini, ið 30 lond hava undirritað, um at kríggið í Gasa má fáa ein enda beinanvegin. Tað boðaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í skrivi á heimasíðu síni leygardagin.
Fráboðanin ljóðar soleiðis:
Gongdin í krígnum er ørkymlandi og støðan í Gasa er hættislig. Nýggjastu uppskotini um at tvingsilsflyta íbúgvarnar í Gasa, høvdu verið brot á altjóða humanitera lóg. Samstundis gera umstøðurnar kring útvegan av neyðhjálp atgongdina til grundleggjandi veitingar lívshættisliga hjá neyðstøddum í Gasageiranum. Mett verður eisini, at uppskot um demografiskar broytingar í teimum hersettu palestinsku økjunum skerja grundarlagið fyri eini loysn við tveimum ríkjum. Somuleiðis sita gíslar framvegis í varðhaldi og eiga allir gíslar at verða treytaleyst leyslatnir alt fyri eitt.
Allir partar í vápnaðum stríði skulu halda altjóða og humanitera lóg, og taka øll neyðug stig til tess at verja sivil, undirstøðukervi og virksemi í økjum rakt av kríggi.
Føroya landsstýri tekur undir við áheitanini um eina skjóta, treytaleysa og varandi vápnahvíld.
Tey 30 lond, sum frammanundan hava skrivað undir fráboðanina eru hesi: Avstralia, Eysturríki, Belgia, Kanada, Kypros, Danmark, Estland, Finnland, Frakland, Ísland, Írland, Italia, Grikkaland, Japan, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malta, Niðurlond, New Zealand, Noreg, Poland, Portugal, Slovakia, Slovenia, Spania, Svøríki, Sveits og Bretland.
Ensktmælta fráboðanin sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Arbeitt verður við at umvæla skaðan, sum er hendur millum Orknoyggjar og Skotland
SHEFA-2 kaðalin fekk tíðliga leygarmorgunin ein skaða á strekkinum millum Orknoyggjar og Skotland. Orsøkin til skaðan er ikki kend í løtuni.
- Arbeitt verður nú saman við okkara undirveitara at fyriskipa umvæling av skaðanum, og væntandi verður kaðalskip á staðnum miðskeiðis í næstu viku. Vit rokna við, at kaðalin verður umvældur komandi vikuskifti, skrivaði NET í fyrstu fráboðanini.
Føroyskir net- og telebrúkarar hava ikki verið órógvaðir av hesum slitinum, tí ferðslan er farin gjøgnum hin kaðalin, FarIce.
Páll H. Vesturbú, stjóri í NET, segði í vikuni fyri kringvarpinum, at kaðalskip nú er farið at kanna umstøðurnar, og roknað verður við, at kaðalin er umvældur mikudagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Umleið 500 skótar úr 20 ymiskum londum luttaka á Brekkuleguni
Hóskvøldið fór stór skótalega, Brekkulegan, av bakkastoki í Leirvík. Hesar dagarnar fara umleið 500 skótar frá 20 ymiskum londum at búgva stórum tjaldingarøki við LÍF-húsið uppi í Brekkum.
Harafturat vera hjálparfólk, so tilsamans er talið eini 600 fólk.
Á skránni er jarnsmíð, síðing, pionering, tunnuflakar og mangt annað.
Ein partur av luttakarunum er úr Føroyum, men luttakarar koma eisini úr Kanada, Afrika og Norðurlondum.
Í 80'unum var eisini skipað fyri einari legu í Brekkunum, og nú verður roynt aftur. Hesaferð er legan nakað væl størri í vavið, tí tá luttóku einir 120 skótar.
Brekkulegan heldur fram til 5. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar starvs- og lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum enn tær, sum eru galdandi fyri Smyril í sáttmálanum fyri SSL
- At Smyril má í dokk er sín søk, men vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum. Ongin sáttmáli ella sáttmálalíknandi avtala er gjørd fyri yvirmenninar á Galaxy, meðan skipið skal avloysa Smyril, og tí nokta vit okkara limum at gera tænastu umborð á skipinum. Hesum hava vit í dag boðað Strandferðsluni og Fíggjarmálaráðnum frá.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, um støðuna, nú Smyril um ein mánað skal í dokk, og grikska skipið Galaxy skal loysa av.
Annfinnur Garðalíð
Eftir ætlanini hjá Strandferðsluni skulu tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar umborð sum føroysk manning afturat útlendsku manningini, ið er við skipinum.
Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið draga eina línu í málinum og lýsa tænastubannið saman.
- Sjálvandi kunnu vit ikki góðtaka lønardumping. Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, og tí boða vit eisini ITF frá støðuni, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
ITF (International Transport-workers Federation) er altjóða samgongan av fakfeløgum, hvørs limir starvast í flutningsvinnuni.
Smyril fer í dokk frá 23. august og einar átta vikur fram.
Arnfinn Bech
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Talan er um føroyska Thor Modi og nýbygda svenska farmaskipið Tidan
Tað legst aftur at føroysku altjóða skipaskrásetingini. Sjóvinnustýrið boðar í dag frá, at tvey nýggj skip eru skrásett, svenska Tidan og føroyska Thor Modi.
Tidan er spildurnýtt farmaskip hjá svensku shippingfyritøkuni, Erik Thun. Skipið er bygt í 2025 á Ferus Smit-skipasmiðjuni í Niðurlondum. Tidan verður drivið við bæði battaríi og vanligum brennievni.
Thor Modi er offhore supply-skip hjá føroyska skipafelagnum, Thor, sum er bygt í 2015. Skipið hevur verið undir Bahamas-flaggi, men er nú skrásett í FAS.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2025
Talan er um triðja frálandaskipið hjá Thor, sum er komið undir føroysk flagg í ár
Hósdagin kom frálandaskipið Thor Frigg undir Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina, FAS, og skipið hevur fingið heimstað í Tórshavn.
Thor Frigg er bygt í 2015, og hevur havt heimstað í Nassau síðani skipið varð bygt.
Tað er felagið Thor í Hósvík, sum eigur skipið og sum nú hevur fingið heimstað í Tórshavn.
Thor Frigg er triðja frálandaskipið hjá Thor, sum er komið undir føroysk flagg í ár. Hini bæði er Thor Magni og Thor Modi.
Thor lat í 2015 eina seriu á fýra skip byggja á Besiktas Shipyard í Turkalandi.
Síðsta skipið er Thor Freya, sum helst eisini fer at fáa heimstað í Tórshavn um ikki alt ov langa tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2025
Løgreglan fekk upp móti 200 uppringingar tær báðar ólavsøkunæturnar – hetta er nógv meira enn vanligt
Friðurin er við at valda aftur í høvuðsstaðnum eftir eina væl eydnaða ólavsøku.
Onkur veitsla var í gjárkvøldið, har løgreglan varð boðsend at fáa fólk at vera meira friðarlig. Annars hevur uppgávan hjá løgregluni hetta seinasta samdøgrið mest verið at avgreiða spurningar um mistar lutir og tílíkt um høgtíðina.
Orsaka av góða veðrinum, vóru óvanliga nógv fólk úti í býnum báðar ólavsøkunæturnar í ár, og tað er helst eisini orsøkin, at óvanliga nógvar uppringingar komu inn til løgregluna hesaferð.
Ein uppteljing vísir, at tað komu millum 165 til 200 uppkall til 112 og 114 í tíðarskeiðinum millum klokkan 11 um kvøldið og klokkan 7 um morgunin, báðar ólavsøkunæturnar, og hetta er nógv meira enn vanligt.
Av tí at øll ganga við telefonum nú, kemur tað fyri, at nógvar uppringingar koma inn um sama tilburð, vísir vaktleiðarin hjá løgregluni á.
Samanumtikið hendi bert ein harðskapstilburður um ólavsøkuna. Løgreglan arbeiðir víðari við tí málinum. Tey vita hvør illgerðarmaðurin er, men hava enn ikki sett seg í samband við viðkomandi og fingið hansara frágreiðing um hendingina. Helst endar hesin tilburður við einum rættarmáli.
Hinvegin er onki nýtt um tilburðin fríggjakvøldið undan ólavsøku, tá ein persónur varð stungin í lærið undir konsert á Tórsfest.
Løgreglan hevur heitt á fólk um at venda sær til teirra, um tey vita nakað um hendingina, men tey hava ongar fráboðanir fingið, og vónin um at uppklára henda tilburðin er við at fjara, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Sí annars myndirnar, ið vórðu tiknar um ólavsøkuna:
Skrúðgonga, gudstænasta og løgmansrøða
Ólavsøkukappríðing í Havnardali
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Hetta verður eftir ætlan í heyst, boðar matstovuketan frá. Hetta verður í bygninginum í Runavík, har Borg áður var. Bónus skal eisini flyta inn í bygningin á havnarlagnum
Síðst í mai læt Borg upp í nýggjum, stórum og stásiligum hølum á Glyvrum. Hetta við nýggja Fjørðuvegin.
Handilin hevði áðrenn húsast leingi í Runavík. Hetta við havnarlagið - tætt við Eysturoyartunnilin og Skúlan við Løkin har gamli timburhandilin eisini var.
Nú er partvíst greitt, hvat skal vera í tí bygninginum í Runavík.
Søgur hava í longri tíð gingið um, at Sunset Boulevard fer at lata upp í Eysturoynni eisini. Tíðliga í 2025 boðaði SMS frá, at talan fór at vera um eina handilsmiðstøð.
Stutt fyri ólavsøku søkti Sunset (SMS) eftir starvsfólki til nýggju matstovuna í Runavík.
Har framgongur, at ætlanin er lata upp í heyst.
Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum. Tann fyrsta matstovan lat upp í Odense í 1996. Í dag eru yvir 50 Sunset-matstovur um alt Danmark, ein í Føroyum og ein í Grønlandi.
Nú letur skjótt ein upp afturat í Føroyum - Sunset Boulevard hevur í nógv ár húsast í SMS.
Matvøruhandilin Bónus, sum á Skálafjørðinum er staðsettur í Slatangará, skal eisini flyta inn í sama bygning.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Løgreglan kannar málið og vil fegin hoyra frá vitnum
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál frá Tórsfest leygarnáttina um ein ungan mann, sum varð stungin í lærið við knívi.
Hetta skal vera hent undir seinastu konsertini. Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann føldi onkran aftanfyri seg, vendi sær við og sá ein annan ungan mann, sum hann hevði havt eina ósemju við fyrr á kvøldinum. Tá hann varnaðist, at hann var stungin, var hin maðurin burtur.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt, sum kann hjálpa teimum finna fram til mannin.
Dagføring: Hósdagin upplýsti løgreglan, at enn hevði ongin vent sær til teirra við upplýsing um hendingina. Um ongi vitni eru til tilburðin, verður málið helst slept ella parkerað, upplýsti vaktleiðarin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2025
Ein maður mátti í hósdagin bjargast úr einum traktori, sum er farin av vegnum í Kaldbak
Um hálvgun fimm tíðina hósdagin fór ein maður av vegnum við traktori í Kaldbak.
Tá løgreglan kom á staðið sóu tey, at har ruggaði ikki alt rætt, og maðurin slapp at blása í alkometrið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tað vísti seg, at mátarin vísti yvir tað loyvda.
Av sjálvum óhappinum stóðst sum skilst ikki tann stóri skaðin, men maðurin varð kortini koyrdur á Landssjúkrahúsið. Blóðroynd skuldi jú takast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2025
Hetta er í sambandi við oyggjaleikirnar í 2027. Arbeiðið væntast liðugur síðst í august mánaði
Í sambandi við, at oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, hevur Vága kommuna, saman við Flogbóltssambandi Føroya, gjørt av at gera ein vøll til strandaflogbólt á Valloyruni í Sandavági.
Útgrevsturin er longu byrjaður, og væntast arbeiðið at vera liðugt síðst í august mánaði.
Endamálið við verkætlanini er at betra um karmarnar fyri ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroyttari og livandi ítróttaumhvørvi í kommununi. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum, og skal tryggja góðar umstøður bæði til kappingar og venjingar.
Hetta er samstundis eitt stig ímóti at menna og styrkja flogbóltin í Vágum. Í hesum sambandi gleðist kommunan eisini um, at trý ung fólk úr Vágum í hesum døgum hava umboða Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti, uttanlands. Talan er um Marjuna á Mýrini og Hannu Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Óla Kluftá Hvítklett úr SÍ. Hetta vísir, at áhugin og førleikastøðið á økinum er vaksandi, og at ungdómurin fær ágóðan av góðum ítróttakørmum og felagsskapi í kommununi.
Við hesum fær Vága kommuna ein týðandi leiklut sum vertur fyri ikki færri enn trimum ítróttargreinum til oyggjaleikirnar í 2027 – strandaflogbólti í Sandavági, bogaskjóting í Miðvági og flogbólti á Giljanesi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2025
Tað eru fólk, sum ikki vita, at tað er munur á málunum, men tað er áleið sami munur, sum á donskum og svenskum
- Tað var eitt sindur sjáldsamt, tí undirvísingin í skúlanum var á vesturgrønlandskum, men í steðgunum millum tímarnar og aftan á skúlatíðina tosaðu vit eysturgrønlandskt, sigur Kristian.
Fyrr í mánaðinum landaði grønlandska trolarin Polar Amaroq í Fuglafirði. Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, hitti hann eisini 20 ára gamla Kristian Viberg.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Fyrstu sjey árini búði hann og familjan á Toftum, men síðstu 13 árini hava tey búð í Grønandi. Tey fluttu til Tasiilaq í Eysturgrønlandi, og hava trivist væl. Síðstu fýra árini hevur Kristian gingið á ítróttabreytini á Miðnámi í Nuuk.
Uppá fyrispurning, um hann ætlaði at gerast sjómaður, svaraði Kristian:
- Tað veit eg ikki rættiliga enn, tí hetta er mín fyrsti túrur. Eg eri beint nú liðugur við miðnám, og ynskti at royna sjólívið. Um mær dámar at sigla, umhugsi eg at fara á maskinmeistaraskúla.
- Dugir tú grønlandskt, nú tit hava búð 13 ár har?
- Ja, eg dugi bæði eystur- og vesturgrønlandskt. Tað eru fólk, sum ikki vita, at tað er munur á málunum, men tað er áleið sami munur, sum á donskum og svenskum. Øll í Eysturgrønlandi skilja vesturgrønlandskt, tí skúlabøkur, kringvarpið og sjónvarpið nýta vesturgrønlandsk, men tey í Vesturgrønlandi skilja ikki eysturgrønlandskt, sigur hann.
- Tað var eitt sindur sjáldsamt, tí undirvísingin í skúlanum var á vesturgrønlandskum, men í steðgunum millum tímarnar og aftaná skúlatíðina tosaðu vit eysturgrønlandskt, sigur Kristian.
Kristian hevur trivist sera væl í Grønlandi. Hann kennir seg meira sum grønlending enn føroying, nú hann nærum hevur búð dupult so leigi í Grønlandi sum í Føroyum.
Hann hevur verið eysturgrønlandsmeistari í hundasleðukapping, og verið úttikin sum málmaður á grønlandska futsal-landsliðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Stóra legan í Týsklandi byrjaði hósdagin. 260 føroyskir tannáringar luttaka hesaferð, og føroyingar eru næststørsti hópurin
Hósdagin byrjaði stóra TeenStreet legan í Offenburg í Týsklandi.
Næstu vikuna fara umleið 260 føroyskir tannáringar og umleið 130 føroysk hjálparfólk at njóta dagarnar saman har.
Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni.
- Stuttligt er at síggja allar hesar føroysku vøkru ungdómarnar, og ein sannroynd er, at vit í ár eru næststørsti hópurin, sum komin er á TeenStreet. Vit knappast um 400 føroyskar sálir. Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni, skrivar TeenStreet Føroyar á heimasíðuni.
TeenStreet er lega fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 13 til 17 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2025
-
Sunnudagin var Faroe Pride hildin á 20. ári. Seinastu árini hevur verið mett, at umleið 5.000 fólk eru við í gonguni, og undirtøkan í ár var ikki minni, enn hon hevur verið undanfarin ár.
Fjøldin gekk gonguna, sum byrjaði við Gundadalshøllina og oman á Vaglið, har røður vórðu hildnar og tónleikur framførdur.
Sí allar myndirnar frá pride'ini her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2025
Hjúnabandslógin, sum fór at loyva hesum, varð samtykt í 2017
Í sambandi við at Faroe Pride var sunnudagin, legði Hagstova Føroya út eina mynd um hjún av sama kyni.
Í Føroyum eru nú 15 hjún av sama kyni. Tað eru fimm hjúnabond millum menn og 10 hjúnabond millum kvinnur.
Nýggja hjúnabandslógin varð samtykt í 2017.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2025
Minnisløta var leygarkvøldið fyri Jóan Jakku Guttesen, sum andaðist undanfarna sunnudag, 76 ára gamal
Leygarkvøldið var minnisløta fyri Jóan Jakku Guttesen, sum doyði síðsta sunnudag eftir stutta sjúkralegu, 76 ára gamal.
Jóan Jakku Guttesen hevur lagt nógv eftir seg og hetta kvøldið varð skipað fyri minnisløtu í Dansistovuni í Sørvági. Eftir minnisløtuna fóru tónleikarar á pall at fagna Jóan Jakku Guttesen og tónleiki hansara.
Les eisini: Minningarorð: Jakkin farin - hann var ein av teimum stóru
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Stóra konsertkvøldið í Vágsbotni undan ólavsøku varð hildið farna fríggjakvøld
Høvuðsnøvnini á Tórsfest í ár vóru Gavin DeGrawm Dizzy Mizz Lizzy, Poptös, Eivør og Kristina Bærendsen.
Talan var um eitt væleydnað konsertkvøld góðum veðri.
Gavin Degraw
Eivør
Dizzy Mizz Lizzy
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Wenzel Petersen stovnaði Pf Wenzel fyri 100 árum síðuni. Opið hús verður við Tjarnir um dagin 20. september og um kvøldið verður tónleikabrak
Wenzel skipar fyri opnum húsi við Tjarnir 20. september frá kl. 11 til 15, og øll eru vælkomin. Á skránni verður ókeypis barnaland, framsýning við ellisakførum, kappingar, rennikappingin Wenzel run og mangt annað. Um kvøldið verður skipað fyri stórum tónleikatiltaki, og tá krevst atgongumerki. Sum føðingardagstilboð verða tey fyrstu túsund atgongumerkingini seld fyri 350 krónur, síðani kosta tey 650 krónur.
100 ár á baki
Wenzel Petersen stovnaði P/F Wenzel fyri 100 árum síðuni. Fyritøkan hevur verið í gjøgnum góðar og ringar tíðir við bilasølu, maskinverksstaði, skipsútgerð, ídnaðarútgerð og gasssølu.
Í 2017 keyptu Rúni Djurhuus og Petur Slyne, sáli, Pf. Wenzel. Tá ið Petur Slyne andaðist í 2018, komu nýggir eigarar uppí. Núverandi eigarar eru Rúni Djurhuus, sum eisini er stjóri, Ingi Sólberg Joensen, Hjalti Hvítklett, Gunnar Nielsen, Teitur Johannesen, Johann Wolles og Oddmar Ørvarødd. Í 2022 keypti Rúni Djurhuus og Wenzel eisini Bilrøkt, og eru Wenzel og Bilrøkt løgd saman til eina fyritøku. Samanleggingin hevði við sær, at Wenzel fekk bjóðað enn fleiri tænastur.
Wenzel hevur í dag deildirnar Wenzel lakk saman við Sámal Petur Danielsen, Wenzel bilrøkt, Wenzel service, Wenzel quickservice, bilasølu, Carrent og Sixt útleiging saman við Henny Nolsøe.
Wenzel umboðar bilamerkini Volvo, Ford, Kia, MG, Isusu, Polestar, Byd og Mazda. Í dag starvast fleiri enn 80 fólk í fyritøkuni, sum hevur høvuðskontór í Slættanesgøtu í Havn. Í fjør seldi Wenzel flest bilar í Føroyum.
Opið hús við Tjarnir
Frá kl. 11 til 15 hin 20. september verður ókeypis barnaland við m.a. hoppiborgum og framførslum frá Bubu, Trøllapæturi og ommuni og DJ Kingz. Ellisakførini hjá Wenzel vera at síggja, og har vera góð tilboð, kappingar og nógv annað spennandi.
Eisini verður skipað fyri Wenzel run, har øll kunnu vera við – royndir og óroyndir rennarar. Tað verður skipað sum ein festlig stafettrenning, og tað vera sjálvandi góðir vinningar til tey bestu.
Um kvøldið verður eitt tónleikabrak við Tjarnir frá kl. 21 til 03. Tónleikaskráin er stór og fjølbroytt: Terji Rasmussen, Burhan G, Eyðun og Rani Nolsøe, Beinta Jacobsen, Signar og John, Guðrið Hansdóttir, Fríði Sigmundsson, Dj Petur Háberg, Finnur Koba, Jens Marni Hansen, Malan Eyðunsdóttir, Ingi Poulsen, Marius Ziska, Rókur Jákupsson, Torkil Johannesen, Poul Krebs, Martin Joensen, Heri frá Týr, Petur Háberg Jacobsen og Noam Halby (Johnny Deluxe).
Atgongumerkjasølan til tónleikatiltakið byrjar mikudagin 6. august á wenzel.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2025
Hevur ikki ætlanir um at fara eftir einum fólkavaldum embæti í nærmastu framtíð
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin og forsetavalevnið, Kamala Harris, hevur nú boðað frá, at hon ikki stillar upp til guvernørvalið í heimstatinum, Kalifornia, komandi ár. Tað skrivar hon í eini fráboðan á X.
Í fleiri mánaðar hevur annars verið tosað um, hvat Harris nú fór at gera eftir valósigurin í november mánaði, og fleiri eygleiðarar hildu, at embætið, sum guvernørur vildi verið ein góður møguleiki hjá henni.
- Eg elski henda statin, íbúgvarnar og møguleikarnar hann hevur. Hann er heim mítt. Men eftir gjølliga umhugsan havi eg avgjørt, at eg ikki fari at stilla upp til at gerast guvernørur á komandi vali, skrivar hon.
Kamala Harris skrivar eisini, at framtíð hennara í løtuni ikki verður eitt “fólkavalt embæti”.
Kamala Harris hevur fyrr verið senatorur fyri Kalifornia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Serliga við Black Sabbath Bridge vóru nógv fólk savnað
Fjepparar í túsundatali hjá bretska rokksangaranum Ozzy Osbourne, vórðu savnaðir á gøtunum í Birmingham mikudagin fyri at heilsa tungmálmsstjørnuni farvæl fyri seinastu ferð. Serliga á Black Sabbath Bridge vóru nógv fólk savnað.
Klokkan 13 byrjaði líkfylgið at koyra gjøgnum miðbýin í Birmingham áðrenn sjálva jarðarferðina, sum var privat einans fyri tey nærmastu.
Ozzy Osbourne, mest kendur sum forsangari í bretska tungmálmsbólkinum Black Sabbath, doyði týsdagin 22. juli, 76 ára gamal.
Einans tvær vikur frammanundan hevði sangarin staðið á stórum palli á odda fyri Black Sabbath í júst heimbýnum, Birmingham, har hann helt eina farvæl konsert fyri fjepparunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2025
Týska Laura Dahlmeier, ið gavst sum skíðskjútti í 2019, gjørdist 31 ára gomul
Fyrrverandi týska skíðskjótistjørnan, Laura Dahlmeier, er funnin deyð í 5.700 metra hædd í Pakistan, eftir at eitt skriðulop rakti hana. Hon gjørdist 31 ára gomul.
Hetta skriva týskir miðlar í vikuni.
Ynski hennara var, at kroppurin skuldi vera verandi á fjallinum, um nakað hendi við henni.
Tað var týsdagin, at týskir miðlar kundu fortelja, at Laura Dahlmeier helst var deyð í eini vanlukku.
Týski OL-vinnarin var á einum klintritúri saman við eini vinkonu, tá hon varð rakt av eini skriðu. Vanlukkan hendi um middagsleitið í gjár í 5.700 metra hædd. Vinkonan sendi út neyðarkall, og bjargingarlið vórðu send avstað beinanvegin, men máttu skjótt boða frá, at Dahlmeier ikki yvirlivdi hendingina.
Tær báðar vinkonurnar royndu at koma upp á tindin Laila Peak, sum er meira enn 6.000 metrar høgur.
Sambært vinkonuni raktu nakrir steinar Dahlmeier, sum hvar undir henni.
Sum aktivur skíðskjútti vann Laura Dahlmeier trý OL-heiðursmerki, tvær gull og eina bronsu, á olympisku vetrarleikunum í Pyeongchang í 2018.
Hon van eisini 15 HM-gull tilsamans, sjey úr gulli, trý úr silvuri og fimm úr bronsu.
Hon gavst sum aktivur skíðskjútti í mai 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2025
Tinglimurin fyri Orknoyggjar og Hetland harmast um, at undirstøðukervið er ov vánaligt, tá talan er um net- og telesamband
Hóast vit her í Føroyum ikki merkja tað stóra til, at Shefa kaðalsambandið er slitnað og at eitt av okkara samskiftissambondum út í heim er óvirkið, so er ónøgdin størri í oyggjunum sunnan fyri okkum.
Tí bæði í Hetlandi og Orknoyggjum eru brúkarar, sum ikki hava havt internetsamband síðan Shefa 2-kaðalin millum Orknoyggjar og skotska meginlandið slitnaði leygardagin. Helst var tað eitt fiskiskip, sum var orsøkin til, at kaðalin slitnaði.
Alistair Carmichael, sum er tingmaður í bretska undirhúsinum fyri Orknoyggjar og Hetland, heitir nú á borgarar í valøkinum um at seta seg í samband við seg fyri at vísa sína ónøgd yvir óstøðuga undirstøðukervið, sum skotsku oyggjabúgvarnir hava.
Tað eru serliga brúkarar, sum hava Sky, TalkTalk og Vodafone, ið eru raktir av slitinum, meðan kundar hjá BT eftir øllum at døma enn hava netsamband.
Alistair Carmichael vísir á, at støði á tænastuni hjá veitarunum av netsambandi til norðastu oyggjarnar als ikki er tíðarhóskandi.
- Okkum tørvar svar uppá, hvussu veitararnir ætla at hækka tænastuna, so at vit í framtíðini sleppa undan slíkum órógvi sum hesum, sigur Alistair Carmichael millum annað.
Tað er ikki einans netsambandið, sum hetlendingar ikki eru nøgdir við. Eisini eitt nú 4G-dekningurin er ikki nøktandi í fleiri pørtum av Hetlandi, skrivar ShetNews.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
- Nýggja burturkastkunngerðin, sum væntandi kemur um ársskiftið, skal stuðla umleggingini
Klokkan tikkar eisini hjá náttúruni, segði Aksel V. Johannessen, løgmaður, tá hann umrøddi nátturuna, umhvørvið og orkuna í síni røðu, tá tingið varð sett ólavsøkudag.
- Vit ovurnýta í løtuni so nógv, at gera vit einki, fara vit í 2050 at brúka tríggjar ferðir so nógv náttúrutilfeingi, sum heimurin kann skapa.
Vit mugu endurnýta og endurvinna sum mest. Nýggja burturkastkunngerðin, sum væntandi kemur um ársskiftið, skal stuðla umleggingini segði løgmaður m.a. í røðu síni á ólavsøku.
Hann vísti á, at eisini tey 25 átøkini í orku- og veðurlagspolitikkinum eru liður í tí. 18 teirra eru longu sett í verk.
Og løgmaður helt fram at umrøða útlátið: - Føroyska útlátið minkaði umleið seks prosent í 2024, samstundis sum vit høvdu lutfalsliga stóran búskaparvøkstur. Men áhaldandi tørvar okkum fleiri tiltøk fyri at tálma útlátinum, so eftirkomararnir fáa besta útgangsstøðið.
Samgongan vil tí seta bindandi langtíðarmál, og veðurlagslógin kemur í heyst.
Løgmaður umrøddi eisini elprísin.
- El-prísurin skal vera lágur, tá ið lítið verður brúkt av olju, og hægri, tá ið nógv olja verður brúkt. Saman við SEV arbeiða vit við kappingarførum prísskipanum, so orkukrevjandi vinnur kunnu skifta frá olju til el. Eisini skal tað loysa seg betur at seta sólsellur á tekjuna og nýta sólorku.
Og sjálvandi skulu allir bygningar hjá landinum leggja um frá dálkandi olju. Við árslok hava vit skift til grøna orkuskipan í umleið 35 bygningum.
Aksel Johannessen endaði henda partin av røðuni við orðunum:
- Vit mugu eisini verja viðbreknu føroysku náttúruna, tá ið vit innflyta. Nú gera vit kunngerð, so ávísar plantur og lívverur verða bannaðar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2025
Hann fór veruliga frá Klaksvíkingi, tá teir komu inn um Molan. Havnarbáturin vann við einari bátslongd, og er harvið FM-vinnari fyri fyrstu ferð síðani 2008
Eftir róðurin á Vestanstevnu var lagt upp til satt FM-brak millum 10-mannaførini á ólavsøku.
Tað var eisini tætt eina løtu - Havnarbáturin helt Klaksvíkingi ein hálvan skut til ein skut aftan fyri seg - men tá komið var nakað innum munin, fór báturin við drekastevninum frá.
Heimafjøldin hoyrdist betri og betri, sum tað gjørdist meira og meira greitt, at FM fór at flyta seg úr Klaksvík til Havnar.
Tá drekastevnið kom um málið var umleið ein bátslongd og 2,78 sekundir á muni. Fýrverk hoyrdist, sólir sóust, og fagnaðurin var øðiligur.
Fýra-ára sigursrøðin hjá Klaksvíkingi er brotin, og Havnarbáturin vann FM fyri fyrstu ferð í 17 ár. Hetta eftir flottan róður í góðveðrinum ólavsøkuaftan.
Sí eisini video frá róðrinum: Ovfarakæti á Tinganesi
Havnarbáturin vann í tíðini 4 minuttir og 02,46 sekund. 2,78 sekund framman fyri Klaksvíking og 5,73 til Norðoying.
Havnarbáturin fekk sostatt 46 FM-stig, Klaksvíkingur 45 og Norðoyingur 35 stig.
Sí allar myndirnar frá ólavsøkukappróðrinum
Hjá 8-mannaførunum var tað enn einaferð Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann í tíðini 4 minuttir og 15,14 sekund, 4,10 sekund framman fyri Argjabátin og 7,98 sekund framman fyri Risan av Eiði.
Ørvur vann við fullum stigatali, 49 stig, Risin fekk 41 og Argjabáturin 34 stig.
Í størsta bátaslagnum við kvinnum, vann Jarnbardur hjá Knørrafelagnum í Havn eisini allar róðrarnar. Jarnbardur vann í tíðini 4 minuttir og 50,33 sekund og var nógv framman fyri Glyvrabátin, ið gjørdist nummar tvey og Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag, sum gjørdist nummar trý.
Jarnbardur gjørdist føroyameistari við 49 stigum, Glyvrabáturin fekk 29 og Hósvíkingur 28 stig.
Sí øll úrslitini frá ólavsøkuróðrinum og FM-støðurnar her
Sí eisini samrøðu við Rasmus Jónsson: - Hetta verður ikki størri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2025
Kvinnusíðan hjá KÍF kappróðri hevur gjørt bart: Tvey gull komu undir land á ólavsøku. Kvinnurnar endurvunnu føroyameistaraheitið, og gentur 14-16 eru eisini bestar í 2025
Fýrverk var at hoyra stutt eftir róðrarnar fyri at heiðra ólavsøkuvinnararnar og føroyameistararnar úr KÍF kappróðri.
Bæði Kjósin (5 mannafør kvinnur) og Kollur (5 mannafør gentur, 14-16 ár) vóru tvey stig frammanfyri í FM-stríðnum undan dagsins róðrum. Harvið var nóg mikið at enda í topp-tvey, og appelsinlittu bátarnir við knáu kollafjarðakvinnunum lótu als ongan iva um, hvat FM skuld fara.
Kjósin vann dagsins fyrsta FM-róður sannførandi framman fyri tættasta kappingarneytan, Fípuna Føgru. Báturin úr Klaksvík var frammanfyri eftir fyrstu tøkini, men skjótt fór Kjósin frá og vann greitt eftir ein flottan róður.
Uppaftur meira sannførandi var sigurin umborð á Kolli, sum høvdu heili seks niður til silvurvinnaran - eisini úr Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2025
Við 1-0 sigri á heimavølli hóskvøldið á FK Radnicki 1923, er KÍ víðari til triðja umfar í Conference League
KÍ legði hart fyri, við fleiri vandamiklum umstillingum. Nakrir støðgir vóru í spælinum, har KÍ gjarna hevði sæð, at teir fingu fríspark, men dagsins dómari, 34 ára gamli Roman Jitari úr Moldova, lat ikki við seg koma.
Fyrstu 10 minuttir vóru ikki uttan álopsspæl, men uttan veruligar málmøguleikar. Eitt horna var til gestirnar í 10. minutti, uttan nakað spurdist burturúr, uttan eitt fríspark til málverjan hjá gestunum úr Serbia. Fáar minuttir seinni fingu gestirnir skot á mál, men til fánýtis. Hornasparkið, ið kom eftirfylgjandi, spurdist heldur onki burturúr.
Longu innkastini frá Árna Frederiksberg vóru av sonnum vápn í arsenalinum hjá KÍ, hóast 7’arin við tí gylta vinstra beininum og longu innkastunum, vildi ynskt at meir kom burturúr. At síggja til vóru FK Radnicki 1923 ikki heilt ófyrireikaðir uppá tað. Teirra uppstillingar til deyðbóltsmøguleikarnir hjá KÍ vóru væl repiteraðar.
Útiliðið hevði nakrar møguleikar við deyðbóltum, millum annað við frísparki í 19. minutti, tá Milos Ristic legði ein djúpan bólt inn í brotsteigin, men enn einaferð til fánýtis.
Sí samrøðu við Sebastian John: - Hetta er tí eg eri her
Størsti málmøguleiki í fyrra hálvleiki var í 32. minutti, tá Radnick sleppur til innlegsstøðu úr vinstru, men ongin KÍ-verjuspælari avgreiðir støðuna, og Chiendu var nær við at fáa ordiligt skot á. Gjørdi hann tað, var 0-1 til útiliðið úr Serbia.
Tá 39 minuttir vóru spældir, kom forloysingin, sum heimaliðið hevði tørv á. Við hørðum og tekniskt væl útførdum hornasparki, legði Árni Frederiksberg ein góðan bólt til Páll Klettskarð, sum hegnisliga stútaði bóltin í málið. 1-0 til KÍ.
Beinanvegin í seinna hálvleiki tóktist leikgongdini vera tann sama. Leikliga var KÍ greitt omaná, tó uttan at úrslitið avspeglaði tað. Eins og í fyrra hálvleiki, so var heimaliðið øgiliga tilvitað um at gagnnýta longu innkastini frá Árna Frederiksberg, men her tóktist útiliðið hava lisið uppá.
Sí samrøðu við Árna Frederiksberg: - Hesi kvøldini eru bara nakað heilt serligt
Eitt sindur av øking var í intensitetinum og málmøguleikarnir vóru fleiri. Tá einans sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðin fingu serbar ein heldur tilvildarligan málmøguleiki, einar 10 metrar frá mállinjuni. KÍ málverjin, Sebastian John, leyp út og stórbjargaði í stórum stíli. Nakrar ferðir eftir hetta, tá serbar løgdu mest trýst á, var Sebastian John aftur í fullari longd og bjargaði bóltinum frá at fara í mál.
Sostatt skal KÍ spæla ímóti Neman Grodo úr Hvítarusslandi í triðja umfari í Conference League. Hetta merkir, at dysturin móti 07 Vestur í Betri deildini, sum skuldi verða spældur leygardagin, verður útsettur.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli týsdagin. Returdysturin verður helst spældur í Ungarn, har Neman Grodo úr Hvítarusslandi hevur sín heimavøll tá talan er um evropeiskar dystir.
UEFA Europa Conference League
Hósdagin 31. juli
KÍ - FK Radnicki 1923 (1-0) - Samanlagt 1-0
39' 1-0 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
KÍ: Sebastian John - Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen (83' Daniel Johansen), Árni Frederiksberg, Jákup Andreasen (L), Hallur Hansson, Jóanes K. Danielsen (90' Claes Kronborg), Patrik Johannesen (83' Mads Boe Mikkelsen), Páll Klettskarð
Komandi dystur:
Týskvøldið 05. august kl. 19.45: KÍ - FK Neman (Hvítarussland)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Sterki KÍ-verjuspælarin, ið aftur spældi ein frálíkan dyst hóskvøldið, er fyrsti føroyski mannligi spælari, ið hevur spælt hálvthundrað dystir í Evropa
Triðja dystin á rað helt KÍ málið reint.
Í fýra evropeiskum dystum í summar hevur liðið hjá Magnusi Powell bert latið eitt mál inn. Talan var um langskot í fyrsta dystinum í Finnlandi.
Uppskriftin er ein ógvuliga sterk verja í 5-4-1 leikskipanini; tað eru spælarar, ið arbeiða gróthart og rætt og vita hvat skal til.
Tað byrjar frá fremsta manni, Pálli Kletsskarð, til rennisterkan og royndan miðvøll og til aftasta mann. Síðani Mark Jensen noyddist út við heilaskjálvta í heimadystin móti SJK í 1. umfari.
So er tað verjuketan: Landsliðsspælararnir Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen sum við snildni, ferð og treiskni eru ein marra fyri vengur - serliga stóð Shaki sterkur í myndini aftur í avgeranddi dystinum í 2. umfari.
Teir tríggir miðverjarnir gera so at siga heldur ikki mistøk. Deni Pavlovic hevur víst tað fyrr, og kom hann fyri so at siga alt mitt fyri móti serbisku mótstøðuni. Argentinski Gaston Telechea hevur verið ein sannur fongur við sannførandi og ágangandi spæli, og Odmar Færø vísir, hví KÍ saknaði hann í fyrru hálvu í fjør.
"Deni eigur Serbia, sungu KÍ-fjepparar" eftir haðrvunna og góða sigurin hóskvøldið. Serbin vísti veruliga styrki móti mótstøðuliðnum úr heimlandinum (Mynd: Sverri Egholm)
Gastón Nicholas Telechea hevur spælt sum tann vinstri av trimum miðverjum í Evropa. Tað tykiskt ikki at vera serliga stuttligt at spæla móti argentinanum, Odmari Færø og hinum (Mynd: Sverri Egholm)
35-ára gamli miðverjin við 50 evropeiskum dystum
Tá KÍ vann 1-0 samanlagt í 2. umfari stóð Odmar Færø aftur sterkur í myndini. 35-ára gamli miðverjin hevur sum heild havt eitt frálíkt kappingárar; skaðafríur, sterkur og við fáum mistøkum.
Nummar 22 vann nógvar nærdystir móti tRadnicki, og Odmar kundi aftaná fegnast.
- Vit eru øðiliga fokuseraðir og uppsettir. Tað er ikki altíð tað penasta fótbóltsspælið, men vit standa saman og vísa styrki, segði verjuspælarin við FM1 eftir dystin.
Odmar Færø er nær við at skora - í egnum brotsteigi vardi maðurin við reyða skegginum ógvuliga væl fyri saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Odmar Færø staðfesti eisini, at hann ikki hevði gáað um, at hetta var hansara evropeiski dystur nummar 50.
Hann er fyrsti mannligi spælarin, ið er komin upp á hálvthundrað slíkar dystir.
Malena Josephsen og Rannvá Biskopstø Andreasen spældu ávíkavist 54 og 56 Champions League-dystir fyri krútsterka KÍ-liðið frá fyrst í 00'unum. Rannvá er mest skorandi føroyski spælarin í Evropa við 16 málum - hjá monnum er tað Árni Frederiksberg við 14 málum.
Fleiri liðfelagar hjá Odmari hava eisini nógvar evropeiskar dystir. Millum annað hevur Árni Frederiksberg nú 48 dystir, og bæði Deni Pavlovic og Jóannes Kalsø Danielsen hava nú báðir 45 dystir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2025
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum og fólkinum her, sum geva okkum spælarum so nógv, og her er sum ein familja. Eg royni altíð at geva teimum aftur, sigur Deni Pavlovic, sum er í sínum 8. kappingarárið í KÍ
Fyri einari viku síðani spældi Deni Pavlovic sín evropeiska dyst nummar 44 fyri KÍ. Fryntligi serbin kom til KÍ og Klaksvíkar tíðliga í 2018, og hevur síðani verið við at vunnið fýra FM við felagnum. Eisini hava nógvar stórar løtur verið í Evropa, men hansara evropeiski dystur nummar 44, var tann fyrsti í heimlandinum.
Deni er føddur í Beograd, og tá KÍ-hópurin kom til serbiska høvuðsstaðin týsdagin í síðstu viku í sambandi við 2. umfar í Conference League, tóku foreldur hansara ímóti.
Deni Pavlovic fær klemm frá mammu síni á flogvøllinum í Beograd (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
- Tað verður ikki so lætt sum teir halda - stóra virðing fyri okkara fjepparum
Eftir málleysa javnleikin millum Radnicki og KÍ hava serbisku miðlarnir skriva og sagt eitt sindur. Teir, og spælararnir á serbiska liðnum, høvdu góðar vónir til dystin í Klaksvík hóskvøldið, men Deni minnir á, at dysturin nú verður í umstøðum, sum hóska betri til KÍ.
- Serbisku miðlarnir rósa KÍ. Teir staðfesta, at vit megnaðu at fáa áleið tað burturúr, sum vit ætlaðu í fyrra dystinum. Teir hjá heimaliðnum vóru ikki nøgdir við 1. hálvleik men betri nøgdir við 2. hálvleik og halda, at um teir spæla soleiðis har, so kemur mann víðari...men tað verður ikki so lætt, sum teir halda. Hetta verður í kendu umstøðunum hjá KÍ, og vit trúgva uppá tað og uppá hvønn annan, segði Deni undan seinna dystin í Klaksvík.
KÍ er javnan komið víðari í Evropa seinastu árini - Radnicki hevur bert tríggjar evropeiskar dystir og onga víðari luttøku á baki.
Deni Pavlovic í Champions League-dysti móti Häcken í 2023. KÍ spældi seg tá víðari móti svenska meistaraliðnum og endaði í einum bólkaspæli - deildarspæl er eitt mál hjá KÍ í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Við Portalin sigur verjukendi miðvallarin hjá KÍ, at honum dámdi væl at spæla í Serbia aftur, hóast tað var ógvuliga heitt: - Tað var serstakt, og nógvir lívliigir áskoðarar vóru til dystin. Tað dámar mær at spæla fyri.
Hóskvøldið skuldi Deni Pavlovic spæla framman fyri fullsettari Djúpumýru: Øll 1.600 plássini vóru farin undan dystinum.
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum, sum geva okkum so nógv. Eg royni altíð at geva teimum aftur - millum annað við at vinna meistaraheitir og her í evropeiskum dystum. Eg fari at geva alt á vøllinum aftur í morgin, og tá vit skora frammanfyri okkara fjøld er tað ein faktastisk kensla...tað er tað besta hjá okkum fótbóltsspælarum at fegnast í hasi sekundini; tað hevði verið ein stór løta, um eg skoraði aftur í Evropa, staðfestir serbin undan dystinum hóskvøldið.
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum, sum geva okkum so nógv. Eg royni altíð at geva teimum aftur
Til heimadystin móti SJK fyri tveimum vikum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: KÍ-liðformaðurin: - Hetta eru teir dystirnir vit minnast
Kennir seg væl á sterkum KÍ-liði: - Er sum ein familja
Deni Pavlovic hevur spælt á nógvum góðum KÍ-liðum seinastu árini. Hann vil ikki siga, um hetta er tað sterkasta higartil, men ósigraða liðið hjá Magnusi Powell hevur nakað serstakt, staðfestir hann fyri Portalinum.
- Vit hava altíð ein góðan hóp. Vit avrika væl, og her eru nakrir góðir menn. Vit hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum og vilja stríðast fyri hvønn annan. Tað er eitt sindur sum ein familja.
Deni er farin at duga betri og betri føroyskt - tó tóku vit hetta prátið á enskum. Men hann nikkaði, tá vit spurdu hann, um hann ikki mátti kenna seg eitt sindur heima nú.
- Jú, eg merki tað sum, at eg hoyri til her. Frá byrjan havi eg verið væl móttikin í felagnum og í býnum, og fólk eru ógvuliga fitt. Tí vil eg eisini geva aftur, segði "serbiski klaksvíkingurin" at enda við Portalin.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Føroysku steypavinnararnir hildu uppgerðini á lívi til seinasta sekund, og tað var nær við at eydnaðist at javna móti danska stórfelagnum. Tað endaði tó samanlagt 2-1 til Brøndby í 2. umfari í Conference League
HB var kroyst í stórum løtum fyri steðgin hóskvøldið, og tað var uppiborið, at Brøndby var á odda eftir 1. hálvleik.
Sho Fukada prikaði bóltin í málið eftir harðan bólt inn fyri málið frá Clement Bischoff, har HB-spælararnir júst ikki megnaðu at koma fyri. 1-0 á kvøldinum og 2-1 samanlagt.
Hetta varð einsamalla málið á Brøndby Stadion, har mongu heimáskoðarnir ikki kunnu vera serliga nøgdir við 2. hálvleik: Heimaliðið fekk ikki stongt hurðina fyri HB, sum treiskaðist og satsaði meira og meira sum fráleið.
HB skapti støðurnar og helt spenninginum
Liðið hjá André Olsen skapti nakrar støður, sum frá leið: Sammy Skytte hevði ein stútara, Emil Grønn Petersen var tvær ferðir við nær við, og Patrick Pentz var noyddur at veruliga fara til arbeiðis í málinum.
Brøndby hevði 2-3 ógvuliga góðar støður til at økja við, sum HB hugsavnaði seg meira um at trýsta, men Bjarti Vitalis Mørk var tryggur.
HB stakk heilt til tað seinasta: Innskifti Mathias Voss hótti í høgru, og í 94. minutti kom ein bóltur inn í Brøndby-brotsteigin. Hetta var gylti møguleikin, men Emil Grønn rakti ikki bóltin, og júst sum Klavs Kramens, sum var tveittur fram, síðani skuldi smekka til, kom eitt Brøndby-bein fyri.
(Mynd: HB / RSMedia)
Dómarin bríkslaði av, og tað sá út til at vera ein lætti á teimum hjá danska stórfelagnum: Teir høvdu væntað at vunnið greitt samanlagt, men HB vildi tað øðrvísi.
Viljormur Davidsen sat uttanfyri við skaða, og Ári Mohr Jónsson noyddist longu út eftir tólv minuttir við tí, sum líktiskt vøddaskaða. Hinir himpraðust tó ikki, og vístu góðan hugburð.
Fyrsta tapið hjá André Olsen og toymi og HB úti av Evropa, men tað er sanniliga við høgari pannu og stoltleika. HB bjóðaði Brøndby av yvir tveir dystir og til tað seiansta; tað høvdu kanska ikki so nógv sá áðrenn - serliga í Danmark. Flott føroyskt avrik í Evropa
UEFA Europa Conference League
Hósdagin 31. juli
Brøndby - HB 1-0 (1-0) - Samanlagt 2-1
31' 1-0 Sho Fukuda (Clement Bischoff)
(Mynd: HB / RSMedia)
HB: Bjarti Mørk - Lassana Faye, Klavs Kramens, Bartal Wardum (L), Ási Dam, Ári Jónsson (17' Heini Sørensen), Heðin Hansen (71' Jákup Thomsen), Noah Mneney, Emil Grønn Pedersen, Sammy Skytte, Jonas Enkerud (71' Mathias Voss).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Hóast HB viðhaldsfólk iðra seg um at ikki koma longur í evropeiskum fótbólti, so iðra partar í Brøndby-leguni seg um, at tað "einans" endaði 1-0
Nú er tað upp til KÍ og Víking at halda føroyska evropaævintýrinum koyrandi. Tíverri fyri fótbóltsføroyar, tapti HB 1-0 á danska Brøndby IF. Hetta var eftir málið frá nýggja Brøndby leikaranum, japanska Sho Fukuda. Sami leikari var kosin til dagsins leikara.
Hóast Brøndby í størsta mun var omaná í fyrra hálvleiki, við bæði skotum á stong og yvirleggjaran, so vísti HB av álvara sína leikligu dygd og sínar taktisku styrkir. HB megnaði við hesum væl at gangnýta verjufeilir hjá Brøndby.
- Brøndby var tættari við 2-0 sigur, enn HB var við javnleik
Miðilin, sum vit í dag skrivaðu um her, 3.point.dk, leggur eftir dystin eina samanumtøku út, har teir siga, at HB ikki hevði nokk til at skora útjavnandi málið.
- Sjálvt um tað á pappírinum var ein tepur sigur, so vóru vit nærri við 2-0 enn mótstøðuliðið var við 1-1, skrivar miðilin í grein síni.
Á sosialu miðlunum hjá Brøndby IF viðhaldsfólki kann lesast, at fjepparar als ikki eru nøgdir við 1-0 sigur á "det lille hold fra Tórshavn", sum liðið í hvassorðaðari viðmerking verður kallað. Fleiri viðmerkingar eru so mikið grovar, at tær ikki verða endurgivnar her.
- Eitt lið, har ongin fær løn og ongin venur meir enn tríggjar ferðir um vikuna, kann ikki spæla so væl móti Brøndby
Helst er hendan viðmerkingin millum tær grovastu. Ein skal ikki kenna fótbólt serliga væl, fyri at vita betur. Tað er alment kent, at leikararnir, umframt venjarar, fáa løn og venja nógv meir enn tríggjar ferðir um vikuna. Í fótbólti, eins og í øðrum ítrótti, er tað ofta so, at tá kenslurnar sita uttaná, tá verður mangt býttisligt sagt.
Venjarin hjá Brøndby, Frederik Birk, var eiheldur nøgdur við spælið hjá sínum leikarum, hóast hann fegnast um at vera komin víðari til triðja umfar í Conference League. Brøndby skal har spæla móti íslenska Víkingur, har Gunnar Vatnhamar spælir við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Rebekka Benbakoura gjørdi bart tíðliga, og legði NSÍ á odda, men vertirnir reistust í hitanum. Harvið kann NSÍ ikki koma víðari, men ein dystur afturat skal spælast í dag
NSÍ var í dreymalandi eina løtu í Norðurmakedonia.
Tá bert ellivu minuttir vóru spældir av dystinum í Skopje - tí fyrsta Champions League dystinum hjá NSÍ-kvinnunum higartil - legði Rebekka Benabakoura tær gulkløddu á odda.
Áleyparin las eina støðu væl, og revsaði eitt mistak í makedonsku verjuni, tá hon fangaði bóltin og sendi bóltin millum beinini á málverjanum.
Harvið skoraði Rebekka fyrsta málið í evropeiskari kapping higartil hjá NSÍ-kvinnunum, og sendi hon gestirnar á sigurskós.
Megnaðu ikki at standa ímoti
Leiðslan hjá føroyameistarunum helt tó ikki leingi í Skopje. Ljuboten javnaði við langskoti tríggjar minuttir seinni, og beint undan vatnsteðginum skoraði heimaliðið við heldur tilvildarligum máli.
Beint fyri steðgin spældi Ljuboten seg úr høgum trýsti, bólturin varð sendur innum verjuna hjá NSÍ, og so var 3-1.
Tað gjørdist ov tungt hjá NSÍ at venda tí í nógva hitanum í Skopje, hóast liðið hjá Allani Dybczak spældi seg til nakrar fínar støður.
Heimaliðið skoraði til 4-1 í 58. minutti, og Ljuboten skal sunnudagin spæla um víðari luttøku.
NSÍ spæla móti bulgarska NSA Sofia í dag klokkan 10. Har er tó ikki pláss í 2. umfari uppá spæl - tað spæla Ljuboten og Pyunik um í morgin.
NSÍ-liðið. Tær fyrstu kvinnurnar, sum hava umboðað felagið í Champions League - frammanundan hava EBS/Skála - tvær ferðir og KÍ - yvir tjúgu ferð - spælt í kappingini (Mynd: NSÍ)
Uefa Woman's Champions League 1. undanumfar
Mikudagin 30. juni
Ljuboten - NSÍ 4-1 (3-1)
12' 0-1 Rebekka Benbakoura
15' 1-1 Aleksandra Markovska
24' 2-1 Hava Mustafa
45' 3-1 Ulza Maskuti
63' 4-1 Marian O. Ohadiwe
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2025
Norðurírsk mótstøða hjá føroyameistarunum í 3. umfari í Conference League. Fyrri dysturin millum liðini verður spældur á Tórsvølli hóskvøldið 7. august klokkan 19
Eftir at Víkingur varð sligið út úr Champions League 15. juli, hevur liðið úr Eysturkommunu ikki spælt.
Næsta uppgáva verður í Sørvági í kvøld í Betrideildini, og so er tað evropeiskur fótbóltur aftur.
Sum Champions League-lið í 1. umfari fær liðið altíð í minsta lagi ein eyka møguleika, og Víkingur varð varpað yvir í Conference League eftir ósigurin í fyrsta undanumfari í Champions League.
Har hendi tað, at Víkingur gjørdist eitt av liðunum, sum trekti fríumfar í 2. umfari, og tí hava teir í ljósabláum ikki spælt í hesari vikuni ella í síðstu viku.
7. august verður tað aftur. Fyrri dysturin í 3. umfari er á skránni á heimavølli. Hetta verður av Tórsvølli av tí at í "Q3" - 3. umfari í evropeisku undankappingunum - er tað bert Tórsvøllur av føroysku leikvallunum, sum er góðkendur.
Talan er um eitt mótstøðulið, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum: Linfield.
Norðurírska meistaraliðið sendi litaviska Zalgiris út við 2-0 sigri í Belfast hóskvøldið.
Víkingur skal spæla seinna dystin í 3. umfari í norðurírska høvuðsstaðnum 14. august. Fyrri dysturin verður spældur á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Seinna hálva í fremstu mansdeildini byrjaði við einum veruligum skelki. Spælarar og viðhaldfólk hjá TB vóru omaná í dýrdarveðrinum ólavsøkuaftan, og 2-0 sigurin á B36 merkir, at liðið nú er oman fyri niðurflytingarstrikuna
- Kom so TB, TB vinna skal! Okur, okur eiga Gundadal.
Soleiðis ljóðaði ofta í høvuðsstaðnum fyrra ólavsøkukvøld, har mangir ovfarakætir TB'arar av álvara komu í betri ólavsøkuhýr. Júst áskoðararnir hjá TB settu veruliga dám á og gjørdu stóran mun í ólavsøkudystinum.
B36 var á pappírinum stórfavorittur undan dystinum, men tað var TB, sum tók øll stigini og ólavsøkusteypið í fyrsta dystinum í fremstu mansdeildini eftir summarsteðgin.
B36 hevði bóltin meira, men TB-liðið var vælskipað og spældi á so mangan hátt dystin rætt.
TB tók veruliga yvir eftir steðgin
Tað var málleyst í steðginum, og tað var serliga í 2. hálvleiki, at TB var omaná.
Leiðslumálið kom seks minuttir eftir hvíldina: Torkil Holm fór til stroks í høgru, legði innfyri, og umvegis ein B36'ara stakk bólturin til Joel Sundström. Svenski miðvallarin kom til TB beint fyri summarsteðgin, og hann skoraði sítt fyrsta mál; til stóran fagnað fyri stóru TB-fjøldina.
Tey díktu á bygdaskýlinum og kring har, og inni á vøllinum gjørdu teir svørtkløddu sítt. Liðið hjá Thomas Thinggaard syrgdi fyri, at heimaliðið ikki skapti serliga nógv, og TB hótti eisini við mótálopum.
Tað var eitt slíkt, sum avgjørdi dystin í 84. minutti - stutt seinni hevði TB eisini verið nær við. Mattias Weihe Joensen spældi bóltin mitt til Mohammed Samba, sum av miðum vølli streyk avstað. Kviki vongurin setti tríggjar B36'arar av á veg inn í brotsteigin, har Samba setti bóltin flott í málið til 2-0.
Nú kókaði í bygdaskýlinum, meðan tað byrjaði at tømast í B36-skýlinum. Heimaliðið skapti nakrar støður, har serliga Bogi Reinert-Petersen, ið varð blakaður fram, var nær við. Tað var tó eisini nær við, at tað varð 0-3. Serliga eyðsýndi Nikolei Johannesen var nær við.
Týðandi TB-sigur - stúran hjá B36
Tað endaði tó við trimum stigum, steypið og stórum fagnaði á TB-spælarum og viðhaldsfólki, sum veruliga setti seg á Gundadal henda vakra ólavsøkuaftan.
Talan var um eitt sterkt liðavrik hjá yngru sum eldru tvøramonnum saman við nøkrum útlendingum, men serliga Amidou Diop úr Senegal stóð sterkur í myndini.
Annar sigurin hjá aldursforsetanum í ár, og tann fyrsti á útivølli. Við hesum er TB nú omanfyri niðurflytingarstrikuna og leggur trýst á FC Suðuroy og serliga 07 Vestur. Tey spæla móti ávikavist HB og Víkingi í umfarinum. TB og FC Suðuroy bresta saman 10. august.
Við B36-brillum varð ólavsøkudysturin eitt stórt vónbrot. Fyriuttan áskoðarainntøkurnar kann hann ikki nýtast sum nógv annað enn ein lærupeningini; kanska eisini ein áminning um at B36 megnar ov illa at avgreiða hesar uppgávurnar móti liðum úr niðaru hálvu.
Seinasti dystur undan summarsteðginum endaði 2-2 eftir 2-0 leiðslu og við 11 móti 10 í grannauppgerðini. Pætur Petersen og Ragnar Samuelsen høvdu leikbann í hesum dystinum, men hetta skal ikki vera ein umbering hjá liðnum, sum liggur á evropeiskum plássi, og sum nú tapti á heimavølli móti liðnum, sum frammanundan var niðast.
Betrideildin 17. umfar
Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - TB 0-2 (0-0)
52' 0-1 Joel Sundström
84' 0-2 Mohamed Samba
Hinir dystirnir í 17. umfari verða spældir soleiðis:
Leygardagin 2. august kl. 18.30: 07 Vestur - Víkingur
Sunnudagin 3. august kl. 15: EB/Streymur - KÍ (Útsettur til 24. september vegna Conference League luttøku)
Sunnudagin 3. august kl. 17.15: B68 - NSÍ
Mánadagin 4. august kl. 16: FC Suðuroy - HB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2025
Hanus Sørensen skal hava nógva spælitíð í næstbestu slovensku deildini í 2025-2026 - helst verður tað í stóran mun sum høgri bakkur
Føroyski landsliðsleikarin, Hanus Sørensen, sum hevur sáttmála við slovakiska liðið NK Celje, verður nú leigaður til NK Triglav Kranj, sum spælir í næstbestu slovakisku deildini.
- Hanus Sørensen hevur ymiskar altjóðar royndir, og hevur hann millum annað spælt í Danmark. Hann leiga vit alt hetta kappingarárið.
Nakað soleiðis skrivaði Triglav á sosialum miðlum sínum, í sambandi við at 24-ára gamli føroyski landsliðsspælarin var komin undir land.
Sleppur ikki framat í stórfelagnum - skal hava spælitíð
Hanus Sørensen skifti úr HB síðsta vetur, men eftir nógva spælitíð fyrstu tíðina í Slovenia, var tað ógvuliga soltið síðstu tíðina undan summarsteðgin.
Millum annað spældi føroyingurin als ongan leiklut í steypakappingini, sum NK Celje vann, og tað gjørdist greitt, at Hanus ikki heilt var í ætlanunum fyri kappingarárið 2025/2026.
Hørð kapping á høgra bakki, sum slovenska liðið heintaði hann inn til, og útlitini fyri spælitíðini gera, at Hanus Sørensen nú verður sendur til Triglav Kranj.
Talan er um lið, sum var eitt mál frá at flyta upp síðsta kappingarár. Nú fer liðið úr býnum, sum ikki er langt frá Celje, eftir tí aftur: Við Hanusi Sørensen á liðnum.
Tað er eitt fet niður hjá føroyska landsliðsspælaranum, men leigusáttmálin gevur orkuríka spælaranum møguleika fyri nógvari spælitíð, og verður tað helst ein sýnisgluggi.
Triglav hevur vunnið venjingardystir móti ukrainska stórfelagnum Shakhtar Donetsk og HNK Gorica úr bestu kroatisku deildini. Hanus Sørensen hevur spælt í hesum. Landskappingin byrjar 9. august.
24-ára gamli føroyingurin hevur sáttmála við Celje til og við summarið 2027.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Chloe Kelly skoraði avgerandi brotssparkið, og Hannah Hampton bjargaði tveimum sponskum skotum úr ellivu metrum í EM-finaluni í Basel. Ensku kvinnurnar løntu harvið Spania HM-finalutapið aftur
Eins og tvey tey undanfarnu stóru endaspølini hjá kvinnum, var Ongland í finaluni.
Eins og til HM-endaspælið fyri tveimum árum síðani, vóru tað Ongland og Spania, ið hittust í seinasta dystinum. Tá vann Spania.
Soleiðis var eisini tá EM hjá monnum var í fjør. Men nú lønti ensku kvinnurnar Spania tað aftur á stóra pallinum.
Spania legði seg annars á odda í 25. minutti, tá Mariona Caldentey sló til. Heimsmeistararnir høvdu eisini leikliga yvirvág, men málið hja Alessia Russo í 57. minutti og enskt stríð stríð syrgdi fyri, at dysturin fór í longda leiktíð.
Har hevði Spania størsta møguleikan, men eins og í fjórðingsfinaluni millum Ongland og Svøríki skuldi alt avgerast úr ellivu metrum. Og eins og tá vóru ensku kvinnurnar tær stinnaru.
Hannah Hampton úr Chelsea bjargaði tveimum brotsspørkum í fjórðingsfinaluni, og tað gjørdi hon eisini í finaluni. Hampton var harvið ein av stóru ensku hetjunum; tað var Luzy Bronze, sum spældi við einum broti í beininum (langlegginum/skinnabeininum) eisini.
Avgerandi skotið í Sveis...
Og so kundu Kelly og hinar stórfegnast - onnur EM-finala á rað, sum hon avgjørdi
Hannah Hampton og Chloe Kelly (Myndir: EPA)
At enda var tað Chloe Kelly, sum eisini kom inn og avgjørdi hálvfinaluna í longdari leiktíð, ið avgjørdi alt við tryggum brotssparki. Kelly spælir til dagliga fyri Arsenal: Hon avgjørdi eisini EM-finaluna seinast.
Ongland vann ikki nakran av "knock-out" dystunum eftir 90 minuttir, men liðið hjá Sarina Wiegman hevur víst megi og stóra sinnisliga styrki við at megna at halda høvdið kalt.
EM-finala, kvinnur 2025
St. Jakobs-Park, 27. juli
Ongland - Spania 1-1 (0-1) 4-2 eftir brotsspørk
25' 0-1 Mariona Caldentey
57' 1-1 Alessia Russo
Eftir finaluna varð Atiana Bonmati hjá Spania kosin besti spælari í kappingini, og Michelle Agyemang varð kosin besti ungi spælari
Samanlagt var áskoðaratalið í Sveis 657.291 (21.203 í miðal). Hetta er tað hægsta til eitt EM hjá kvinnum higartil.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2025
Tó var avrikið í 1. hálvleiki móti sterku sveisisku gentunum gott. Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður spældur sunnudagin
Føroyar vóru væl við í løtum, serliga fyrstu 20 minuttirnar, móti sterku sveisisku U17-kvinnunum. Tað var tó eyðsýndur munur á liðunum í seinna hálvleiki, og Sveis vann 31-20, eftir hálvleiksstøðuna 16-12.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2025
Ongantíð áður er ein føroyskur bogaskjútti rokkin so langt í einari so tignarligari altjóða kapping, sum evropeisku Grand Prix-kappingarnar eru
Jóannes Poulsen er ovurfegin um silvurheiðursmerkið í European Grand Prix-kappingini í Niðurlondum.
Fleiri slíkar finalur skulu til fyri at læra seg at stýra nervunum, sigur hann. Martin Damsbo, høvuðsvenjari er ovfarin av framúr góða úrslitinum hjá Jóannesi:
- Tað er eyðsæð, at hann er ávegis til okkurt størri, sigur hann
Flottasta føroyska avrikið í Grand Prix
Avrikið hjá Jóannesi Poulsen í European Grand Prix-kappingini í Arnhem í Niðurlondum er onki minni enn søguligt, tí ongantíð áður er ein føroyskur bogaskjútti rokkin so langt í einari so tignarligari altjóða kapping, sum evropeisku Grand Prix-kappingarnar eru.
Bara tað at hann bleiv nummar fimm í innleiðandi kappingini var eitt stórt herðaklapp til Jóannes, og at hann síðan vann seg allan vegin til sjálva finaluna, fer langt út um tað, sum nakar hevði torað at vænta og vóna.
Sjálvur er hann sjálvsagt eisini ógvuliga fegin um úrslitið – og takksamur.
- Eg eri bara glaður um, at tað gekk so væl ,sum tað gekk, og fyri, at eg fekk henda møguleikan at skjóta eina finalu, soleiðis sum tær verða skotnar professionelt, sigur Jóannes Poulsen.
Fleiri kappingar skulu til
Jóannes ásannar, at tað var ikki sørt ræðandi knappliga at skula vera í miðdeplinum í einari so tignarligari kapping, og at tað tí kanska serliga var fjálturin, ið gjørdi munin í hólmgonguni ímóti slovakiska Jozep Bosansky.
- Men tað er bara ein máti at venja slíkar finalur, og tað er at fara til fleiri kappingar. Sleppur tú oftari í slíkar finalur, so lærir tú teg ikki at verða so nervøsur, sum eg bleiv í dag. Eg var tó ikki nervøsur áðrenn og eftir finaluna, so tað má vera alt hetta, ið var nýtt fyri meg – sjálv finalubreytin, allir áskoðararnir, sjónvarpslið, ein øðrvísi tíðarskipan og ymiskt sovorðið – sum ávirkaði meg. Men tað skulu vit venja okkum við, og fyri meg var hetta ein góð venjing til akkurát tað, sigur føroyski silvurvinnarin.
Venjarin er ovfarin
Martin Damsbo, høvuðsvenjari hjá bogaskjótilandsliðnum, er ovfarin av úrslitinum, men væntar tó als ikki, at hetta verður eitt eindømi hjá Jóannesi.
- Jóannes hevur veruliga sett síni týðuligu merki í bogaskjótiheiminum við hesum avrikinum. Eftir eina intensa og krevjandi luttøku á oyggjaleikunum í Orknoyggjum leyp hann beint í tað í Grand Prix-kappingini í Niðurlondum – uttan steðg, men ógvuliga miðvísur og við stórum vilja. Tað krevur ikki bara kropsligt úthaldni, men eisini sálarliga styrki at tillaga seg so skjótt og skula kappast á so høgum støði.
- Í innleiðandi kappingini skeyt hann við stórum neyvleika, og í finalunum megnaði hann at halda eitt merkisvert javnt støði. Tað var júst henda rógvin og óvikandi støðið, sum bleiv avgerandi, og sum tryggjaði honum eitt flott silvurheiðursmerki. Tað er nakað heilt serligt at síggja samanrenningina millum gávur og hart arbeiði løna seg. Jóannes er prógv um, at dedikasjón og passión gera mun.
- Tað, hann leggur fyri, er hugkveikjandi, og tað er eyðsæð, at hann er ávegis til okkurt størri. Tað verður spennandi at fylgja við í hansara menning og síggja, hvaðar ferð hansara førir hann næstu ferð. Silvurheiðursmerkið er fult uppiborið – og er kanska bara ein byrjan, sigur Martin Damsbo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2025
Hetta er greitt eftir EM í OL skeet í Fraklandi. Altjóða luttøkan hjá skeet-skjúttunum í ár er nú av, men um fáar dagar fara feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen til EM í trap á somu breyt
Altjóða luttøkan hjá skeet íðkaranum í ár er nú av. Hesum boðar Skjótisamband Føroya frá á heimasíðu sínari.
Seinasta kappingin varð EM í franska býnum Châteauroux. Har hava tríggir føroyskir skjúttar seinastu dagarnir verið og kappast.
Talan er um Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag.
Besta úrslitið stóð Marius fyri:
- Hann rakti 118 av 125 dúgvum, og við tí úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum vit ikki høvdu møguleikan fyri stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap, staðfestir Skjótisambandi
Um nakrar fáar dagar fara OL trap íðkararnir til EM á somu breyt. Tá fara feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen at umboða Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2025
Líggjas Joensen og Isak D. Brisenfeldt vóru í hylinum í Singapore í týsnáttina
- Vit fara at royna at betra bestu tíðirnar. Eisini fara vit at royna eftir topp-32 plássum, hetta fyri at staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.
Soleiðis segði Rúni Gaardbo, venjari hjá føroyska HM-hópinum, við Portalin um vikuskifti.
Hetta var áðrenn føroyska luttøkan til HM í Singapore fór í gongd.
Nú øll fýra hava verið í hylinum einaferð er greitt, at í øllum førum Líggjas Joensen og Isak D. Brisenfeldt hava megnað kravtíðirnar, sum staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.
Svimjisamband Føroya skrivar, at Líggjas Joensen úr Ægir, sum tó hevur somið í Danmark seinasta árið, týsnáttina svam seg til úrslitið 8:21,60 og eitt 24. plásss av teimum 26 í 800 metrar frí.
- Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF.
Tað var ikki bara trýfaldi oyggjaleika-gullvinnarin, sum framdi hetta. Isak Brisenfeldt bardi seg eisini undir kravtíðini. Ella í roynd veru svam havnarmaðurin júst neyðugu tíðina:
- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði at svimja seg til úrslitið 2:04,17 og eina plasering sum nr 32 av 37 í 200 firvald, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er eksakta kravið til at verða á stigi 2, skrivar SSF.
(Mynd: Honest Media/Svimjisamband Føroya)
At koma á stig 2 í úrvalsskipanini gevur svimjarunum væl betri fyritreytir at betra seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2025
Mikunáttina svam liðið seg til 29. pláss í Singapore við tíðini 4:12,80 í 4x100 metrar blandað. Topp 32 var kravið til stig 2 í Úrvalsskipanini hjá ÍSF, og tískil var talan um flott og umráðandi føroyskt avrik
Meðan nógvir føroyingar hildu ólavsøku til langt út á náttina, stríddust fýra av fremstu svimjarum føroyinga í HM-hylinum í Singapore.
Bjarta í Lágabø og Isak D. Brisenfeldt kappaðust í einstaklingasvimjing - í ávikavist 50 metrar rygg og 200 blandað. Tey vóru nakað frá teirra bestu tíðum í hesum greinum.
Bjarta og Isak kunnu tó, saman við Líggjasi Joensen og Leu Osbherg Højsted, vera vælnøgd við avrikið í stafett-svimjingini.
- Mix-liðið hjá okkum megnaði at svimja seg til úrslitið 4:12,80 og eina plasering sum nummar 29 av 38 í 4×100 blandað í HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL, skrivar Svimjisamband Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2025
Tríggir hundaførarar og fýra hundar fara til norðurlandameistarakapping í Noregi og evropameistarakapping í Kekkia
Fýra hundar og tríggir hundaførarar eru úttiknir at umboða Føroyar í tveimum altjóða seyðahundakappingum uttanlands í næstum.
Tey skulu umboða Føroyar til norðurlandameistarakappingina, sum verður í Noregi 29. til 31 august, og seinni til evropameistarakappingina í Kekkia 18. til 21. september.
Liðið, ið skal umboða Føroyar eru hesi:
• Tummas Jacobsen við Moss
• Anna Sofía Fjallheim við Midge
• Jónstein Petersen við Gripur
• Tummas Jacobsen við Linn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2025