

Leygardagur 26. juli 2025 | Nr. 30 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 23
SíÐa 3
SíÐa 22
SíÐa 53
SíÐa 46
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Hásummar er, ólavsøkan stendur fyri framman, Føroyar eru á tremur av ferðafróum ferðagestum, og tað er há-agurkutíð í miðlunum, tí tað hendir akkurát einki á politiska vígvøllinum.
Men nú er vón fyri framman hjá teimum, sum hungra eftir eitt sindur av politiskum ósemjum at skræða seg um.
Løgmaður hevur lagt seinastu hond á ólavsøkurøðu sína, har hann týsdagin av tingsins røðarapalli fer at seta út í kortið tann politikk, sum samgongan, ið hann enn stendur á odda fyri, ætlar sær at fáa ígjøgnum í komandi tingári.
Tað eru fleiri, sum siga seg vera sannførd um, at hetta verður seinasta ólavsøkurøðan hjá Aksel V. Johannesen á hesum sinni, ið hvussu so er sum løgmaður fyri verandi samgongu. Tí tey eru vís í, at samgongustevið ikki heldur í eitt ár afturat.
Vit fingu ein forsmakk áðrenn tingið varð sent í summarfrí uttan at stóru spurningarnir hjá landsstýrinum um suðuroyarsambandið og fíggjarliga haldførið/pensjónsaldurin komu upp á pláss.
Løgmaður hevur brúkt summarstøðgin til at kunngera nakrar av ætlanunum hjá flokki sínum fyri komandi tíðina. Eitt av høvuðslyftunum í seinasta valstríði, stytta arbeiðsvikan, er slept. Uppgávan er latin yvir til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí meiriluti fæst ikki fyri at fremja málið við løgtingslóg, staðfestir Javnaðarflokkurin nú.
Hinvegin sær út til, at eitt annað av lyftum Javnaðarfloksins, mvg-avtøka av ávísum vørum, sum serliga skal gagna barnafamiljum, nú verður lagt fyri ting.
Í seinastu ólavsøkurøðu síni nevndi løgmaður, at mvg skuldi lækkast ella stirkast fyri breyð, mjólk, frukt og grønmeti.
Nú sigur hann, at breyð av ávísum tekniskum orsøkum ikki við í hesi frítøku, men lyftið er, at aðrar vørur, sum tyngja barnafamiljur, við lóg verða heilt frítiknar fyri meirvirðisgjald. Lógaruppskotið verður lagt fram saman við fíggjarlógini í heyst, sigur løgmaður.
Nú er bert at vóna, at tað ikki eru handlarnir, sum í síðsta enda fáa ágóðan av hesi mvg-frítøku við at hækka prísirnar tilsvarandi. Men tað verður eisini spennandi at vita, um løgmaður hevur undirtøku fyri hesum máli í samgonguni.
Tí tað er ein sannroynd, at minsti samgonguflokkurin, Framsókn, við fíggjarmálaráðkvinnuni á odda, hevur sett sum krav, at ongar nýggjar fíggjarliga tungar samtyktir verða gjørdar við teirra atkvøðum fyrr enn eitthvørt munagott er gjørt fyri at tryggja fíggjarliga haldførið (les: hækka pensjónsaldurin).
Og flokkurin er noyddur at standa við sítt, um Framsókn yvirhøvur skal hava lív lagað.
Atkvøður Framsókn ikki fyri uppskotunum hjá løgmanni, ja, so er ongin samgonga. Tað er neyvan hugsandi, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sleppa at halda fram sum minnilutastjórn.
Spennandi verður. Eitt nýval tykist ikki óhugsandi í nærmastu framtíð.
Men fyrst skulu vit njóta tjóðarhátíðina.
Góða ólavsøku!
Kaj Leo Holm Johannesen hevur saman við øðrum stovnað felagið
Eitt áhugafelag fyri fólk í koyristóli varð stovnað í vikuni.
Kaj Leo Holm Johannesen boðaði fyri nøkrum døgum síðan frá, at hann ætlaði at taka stig til eitt slíkt felag. Endamálið er, at Føroyar skulu vera heimsins vinarligasta land fyri koyristólsbrúkarar.
Áhugafelagið, sum varð stovnað mánakvøldið, er eitt áhugafelag stovnað fyri koyristólsbrúkarar og fólk við skerdum førleika.
Formaður er Kaj Leo Holm Johannesen. Næstforkvinna er Eydna Mouritsen. Noomi Gregersen er skrivari, meðan Claus Ramussen og Eyðun Hansen eru nevndarlimir.
Umframt at stovna eitt áhugafelag, er ætlanin eisini at skipa fyri einum koyristólstreffi, har koyristólsbrúkarar í Føroyum kunnu hittast, og áhugin fyri hesum hevur verið stórur, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Blaðið Vikuskifti.
Les alla samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Ress Spa á Hotel Føroyum hevur nú latið upp nýggja vælveruhúsið við svimjihyli við serstakliga góðum útsýni yvir høvuðsstaðin
Mikudagin varð nýggja vælveruhúsið hjá Hotel Føroyum latið upp fyri almenninginum. Hotellið oman fyri høvuðsstaðin hevur í longri tíð havt eitt tilboð, tey kalla Ress, har møguleiki er at keypa sær vøddamýking og ymisk sløg av vælgerandi kropsviðgerðum.
Í vikuni varð so nýggja vælveruhúsið eisini latið upp. Húsið liggur nakað frá hotellinum oman móti viðarlundini í Kerjum. Í Ress spa eru fleiri møguleikar at njóta vælveru og friðsælu.
Her ber til at slappa av í heitum hyljum, ymsum hitarúmum og eisini fáa eitt gott afturvið til góman. Millum tilboðini er sokallaði infinity pool’urin uppi á takinum við serliga góðum útsýni yvir Havnina og út móti Nólsoynni.
Umframt innandura og uttandura hyljar, hevur vælveruhúsið eisini ísbað, grótbað, guvubað og tvey hitarúm umframt eina kafé.
Atgongdin til vælveruhúsið kostar 595 krónur og afturat hesum ber til at bíleggja sær ymiskar pakkar, antin við viðgerðum, ella við gisting og máltíðum í tilknýti til vælverutilboðini.
Gilið - gøtan sum leiðir frá Hotel Føroyum oman í vælveruhúsið (Mynd: hotelforoyar.fo)
(Mynd: hotelforoyar.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Í sambandi við Faroe Pride vikuna er ein ælabogavegur málaður uttan fyri Gundadalshøllina, har sum skrúðgongan byrjar í morgin
Í Gundadali er vorðið meira litfagurt enn vanligt. Í sambandi við Faroe Pride vikuna er ein ælabogavegur málaður uttan fyri Gundadalshøllina.
Hetta við íblástri úr eitt nú Reykjavík.
(Mynd: LGBT+ Føroyar)
Hann skuldi eftir ætlan verið málaður týsdagin, men vegna veður varð hetta útsett til mikukvøldið.
Alla vikuna hava ymisk tiltøk verið á skránni, og tað endar við skrúðgonguni í morgin. Byrjað verður klokkan 15 við Gundadalshøllina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
- At mála almennan veg / parkeringspláss í Gundadali uttan at hetta er viðgjørt í teknisku nevnd ella í býráðnum vísir, hvussu borgarsjórin handlar í heimildarloysi og setur allar vanligur demokratisku reglar til viks
Mikukvøldið legði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu myndir út á sín egna Facebook-vanga, har hon hjálpti LGBT+ Føroyum at mála eitt strekki við parkeringsøkið uttan fyri Gundadalshøllina.
Hetta var sjálvandi í ælabogalitunum, sum LGBT+ nýtir. Hetta er eisini fallið summum fyri bróstið - tað sæst serliga á sosialu miðlunum - og millum annað nøkrum andstøðulimunum í Tórshavnar kommunu.
Tað byrjaði við, at Birgir Nielsen í viðmerkingartráðnum undir uppslagnum millum annað viðmerkti hetta:
- Kanska Elsa Berg borgarstjóri kann svara mær og øðrum borgarum í Tórshavnar Kommunu hvør kommunalur myndugleiki hevur givið loyvið til at mála á almennan veg ella parkeringspláss í Tórshavnar kommunu, spyr Birgir Nielsen nú borgarstjórin hevur deilt myndir út á sín Facebook profil, har hon málar veg saman við øðrum(...) Mær vitandi hevur Tórshavnar býráð ikki viðgjørt nakra umsókn ella ei heldur givið nakað loyvi til slíkt.
Men fólkafloksmaðurin hevur ikki bíðað eftir einum "skjótum og væl grundaðum svari" frá Elsu Berg, sum hann orðaði seg.
Birgir Nielsen beint omanfyri Elsu Berg til eitt tiltak (Mynd: Sverri Egholm)
Seinnapartin legði Birgir Nielsen eitt skriv út á sín egna Facebook-vanga, har hann saman við florksfelagnum Høgna Vilhelmsen og sambandsmanninum Annfinni Brekkstein hartar Elsu Berg.
Undir yvirskriftini "Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin" siga teir seg vera bilsnar av, at borgarstjórin hevur málað har við ávísum litum sum symbolisera ávísa rørslu - sambært teimum er tað uttan heimild.
- At mála almennan veg / parkeringspláss í Gundadali uttan at hettar er viðgjørt í teknisku nevnd ella í býráðnum vísir hvussu Elsa Berg – enn einaferð handlar í heimildarloysi og setur allar vanligur demokratisku reglar til viks, – fyri at tekkjast ávísari rørslu og harvið háðar øll hini við sínum framferðarhátti. Hettar er langt úti, og vilja vit taka frástøðu frá hesum.
Víst verður á, at "Gundadalur skal ikki symbolisera nakra ávísa rørslu av slíkum slag".
- Sovorin symbol hoyra als ikki heima har og vit taka frástøðu frá Elsu Berg og hennara líkar fyri at seta allar demokratisku reglar til viks fyri ávísa rørslu, stendur í skrivinum hjá Birgiri, Høgna og Annfinni.
Andstøðutinglimirnir siga seg virða, at fólk eru ymisk, men at" ymiskleikin skal ganga báðar vegir".
Í juni tvífaldaði Tórshavnar kommuna stuðulin til LGBT+ úr 50.000 upp í 100.000 krónur. Hetta er millum annað fígging til pride-skrúðgonguna beint fyri ólavsøku. Tá talaðu nevndu andstøðulimir eisini at.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Hetta er seinasti liður drúgva arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til
Týsdagin, ólavsøkudag, verður málsøkið sjórættur yvirtikið, og lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin verður tá á føroyskum hondum.
Hetta er seinasti liður drúgva arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til: Í 2001 varð trygd á sjónum yvirtikið, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin.
- Tað er umráðandi, at vit - sum siglandi tjóð - hava fult ræðið á hesum týðandi málsøki. Vit hava víst í verki, at tað væl ber til at fyrisita hetta økið á ein hátt, ið hóskar til okkara samfelag og viðurskifti, og vit fara eins og frammanundan at leggja stóran dent á at hava eitt gott og dagført regluverk, sum lýkur altjóða krøv og treytir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við vinnumálum.
Yvirtøkan verður hátíðarhildin miðjan august á Sjóvinnustýrinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
St. Albans, vanliga kallað ‘The Saint’ kom á Havnina hósmorgunin og verður liggjandi alt vikuskiftið
Stóra bretska fregattin HMS St. Albans kom hósmorgunin á Havnina.
Arktisk Kommando í Havn váttar at skipið er komið, og at tað hevur fingið loyvi at koma í føroyska havn.
Nakað eftir, at skipið var komið í havn, boðaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá, at HMS St. Albans verður liggjandi við bryggju í Havn um vikuskiftið. Fregattin hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum, verður lagt afturat.
St. Albans er 133 metrar long og 16,1 metrar breið. Skipið er bygt á Yarrows skipasmiðjuni í Scotstoun, Glasgow og varð flotað í 2000.
(Mynd: Tórshavnar Havn)
Skal bunkra og manningin hvíla
Bretska sendistovan í Keypmannahavn sendi eisini út á dagin tíðindaskriv, sum greiddi nærri frá vitjanini:
HMS St. Albans Type-23 Class fregattin hjá The Royal Navy við hennara Merlin Mk2 tyrlu frá 814 Naval Air Squadron umborð, heldur ein ‘logistikkstøðg’ í Føroyum hetta vikuskiftið.
Við vitjanini verður møguligt hjá skipinum at bunkra brennievni, og fylla mat- og aðrar neyðugar goymslur, eins og manningin, ið telur næstan 200, kann fáa hvíld meðan tey enn eru á uppgávum í Norðuratlantshavi og Norskahavi.
Nærveran hjá HMS St. Albans undirstrikar varandi raðfesting Bretlands til verju og trygd í Norðuratlandshavi. Eftir nýliga at hava gjørt uppgávur á bæði tjóðar- og Nato-støði, er uppgávan at avbyrgja møguligar hóttanir og tryggja lívsneyðugar sjóvegis samskiftisleiðir.
The Royal Navy er framhaldandi støðuføst í leiklutinum at tryggja siglingarfrælsi og stuðla sameindum um alt økið.
Vitjanin hjá HMS St. Albans markerar eisini, at 80 ár eru liðin síðani hernaðarligu bretska nærveran endaði eftir seinna heimsbardaga.
‘Logistikkstøðgurin’ er fyrireikaður í tøttum samstarvi við føroyskar og danskar samstarvsfelagar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Tekur við sum stjóri á uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði so skjótt sum hann er leysur úr starvinum sum stjóri á Faroe Ship
Bogi Petursson Nielsen, sum síðan 2015 hevur verið stjóri á Faroe Ship, verður nýggjur stjóri á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði. Tað boðaði Pelagos frá í tíðindaskrivi fríggjadagin.
Bogi hevur útbúgving sum can.merc.aud, og hevur síðani 2007 starvast hjá Faroe Ship, fyrst sum fíggjarstjóri og síðani 2015 sum stjóri. Áðrenn hetta arbeiddi hann hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe og eitt tíðarskeið arbeiddi hann eisini hjá Effo.
Faroe Ship er partur av Eimskipsamtakinum. Undir leiðslu Boga, hevur Faroe Ship seinastu árini tikið stór átøk fyri at effektivisera og professionalisera Faroe Ship, soleiðis at fyritøkan framhaldandi er ein væl skipað, framkomin og effektiv organisatión og ein týdningarmikil eind í samtakinum.
Bogi er 50 ár og býr í Tórshavn saman við Ebbu, og hava tey fýra døtur.
- Hóast Bogi ikki hevur nakrar beinleiðis royndir í fiskivinnuni, so meta vit, at Bogi við sínum leiðsluroyndum er tann rætti persónurin at leiða Pelagos frameftir. Pelagos hevur eitt dugnaligt og sterkt leiðslutoymi við nógvum royndum, og saman við hesum gleða vit okkum at síggja Boga stjórna Pelagos víðari.”, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Pelagos
Bogi byrjar í starvinum sum stjóri í Pelagos, so skjótt hann er leysur úr starvinum sum stjóri í Faroe Ship.
Pelagos er framleiðsluvirki í Fuglafirði, sum virkar makrel, sild og lodnu. Felagið seldi í 2024 87.000 tons av fiski fyri áleið 998 milliónir krónur. Virki hevur eina framleiðsluorku á 900 tons um dagin, og tað starvast umleið 75 fólk á virkinum.
Umframt virkið í Fuglafirði, eigur Pelagos eisini framleiðsluvirki í Kollafirði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Landsbankin staðfestir gongdina og trupulleikan: Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum
Sethúsaprísirnir eru øktir skjótari enn tøka inntøkan í nærum 10 ár á rað. Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum.
Tað, sum ásetur prísin á bústøðum í langa høpinum, er útboðið av bústøðum og hvat tað kostar at byggja.
Sethúsaprísir býtt við byggikostnað er eitt mát, ið verður rópt Tobins Q, og tað vísir, hvørt tað loysir seg at byggja nýggjar bústaðir. Er mátið størri enn 1, er søluprísurin hægri, enn hvat tað kostar at byggja eini nýggj sethús, og tað eigur at skunda undir bygging av fleiri bústøðum.
Mynd 1 Nýbygging og Tobins Q
Fleiri bygnaðarliga broytingar kunnu vera orsøk til, at talið av nýbyggingum í hesum tíðarskeiðum ikki hevur fylgt við gongdini í sethúsprísum býtt við byggikostnað.
Tað kann millum annað vera avmarkaður byggikapasitetur. Byggivinnan hevur í fleiri ár á rað gjørt vart við, at trot á arbeiðsmegi er ein tann størsta forðingin fyri framleiðsluna, serliga tá ið tað almenna hevur sett verkætlanir í verk samstundis sum tað privata.
Dýrkað byggitilfar kann vera ein onnur orsøk. Í 2021 byrjaði byggitilfar at dýrka orsakað av veitingartrotinum, sum kom í sambandi við Covid-19. Síðani hevur inflatiónin togað bæði tilfarsprísir og handverkaralønina upp. Eisini byrjaðu renturnar at hækka í 2022, og tað hevur dýrkað kostnaðin av at læna pening til bygging av sethúsum.
Eisini kom ein nýggj bygningskunngerð í gildi í 2017, sum setti minstakrøv til bygging og harvið hevur økt um byggikostnaðin, hóast krøvini elva til lægri rakstrarkostnað í longdini.
Í stutta høpinum er útboðið av bústøðum trekt, tí tað tekur tíð at byggja ein bústað, og tað er tí í stutta høpinum eftirspurningurin, sum avgerð prísin á sethúsum. Til dømis um inntøkan veksur, hava húsarhaldini ráð at gjalda meira. Eisini um tilflytingin til Føroyar veksur, so veksa samlaðu inntøkurnar og tað verða fleiri um boðið um sethúsini, ið kann elva til hægri sethúsaprísir.
Eftirspurningurin eftir bústøðum í langa høpinum er hinvegin treytaður av bygnaðarligum broytingum. Tað er eitt nú at familjumynstrið er broytt, so fólk í størri mun enn áður liva sum støk og stakir uppihaldarar, ið krevur fleiri bústaðir, og at stóra tilflytingin til Føroya, sum vit hava sæð seinastu 10 árini, hevur økt um eftirspurningin eftir bústøðum.
Í árunum 2003 til 2013 var eingin fólkavøkstur, hinvegin er fólkatalið vaksið nærum 13 prosent seinastu 10 árini. Skuldi tað verið sama tal av fólki fyri hvørja búeind í dag, sum tað var í 2013, tá ið eingin fólkavøkstur hevði verið í 10 ár, átti tað verið bygt fleiri bústaðir seinastu 10 árini. Sambært Betri Banka, vanta umleið 800 bústaðir, um tað í dag skuldi verið sama lutfall millum tal av fólki og tal av búeindum, sum í 2013.
Samanumtikið hava fleiri ymisk viðurskifti verið orsøk til, at útboðið av bústøðum ikki hevur fylgt við eftirspurninginum, og tað hevur sostatt elvt til ein vøkstur í sethúsaprísunum.
Mynd 2 Fólkavøkstur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Ein maður, sum seinnapartin farna fríggjadag rendi á rundkoyringina í tunlinum, er deyður
Stutt eftir klokkan 13 farna fríggjadag varð boðað frá, at Eysturoyartunnilin varð stongdur orsakað av einari ferðsluvanlukku, har ein persónbilur rendi á rundkoyringina í tunlinum.
Løgreglan váttaði leygarmorgunin fyri miðlunum, at førarin - ein eldri maður - er deyður.
Málið verður kannað nærri. Um hann er deyður orsakað av ferðsluvanlukkuni, ella um heilsan hjá føraran var orsøkin til vanlukkuna, er ógreitt, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn leygardagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025
Vitjanin hjá borgarstjóranum og trimum liðum hjá FC Suðuroy vísir, at áhugi er fyri samstarvi, bæði á politiskum og ítróttaligum støði
Borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, er í hesum døgum á vitjan í Íslandi, har hann vitjar samanløgdu kommununa Suðurnesjabær (Sandgerð og Garður).
Í nógv ár hevði Vágs Kommuna eitt vinarbýarsamstarv við Sandgerði kommunu, men samstarvið hevur ikki verið virkið seinastu 10 árini. Eftir at Sandgerð og Garður løgdu saman til eina felags kommunu fyri nøkrum árum síðani, verður nú roynt at endurskapa samstarvið, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Týsdagin hevði borgarstjórin ein jaligan fund við Magnus Stefánsson, Sigursvein Bjarna Jónsson og Einar Jón Pálsson, sum umboða Suðurnesjabær. Báðir partar lýstu fundin sum positivan og fullan av góðum møguleikum.
Samstundis sum borgarstjórin vitjar í Íslandi, er FC Suðuroy eisini á vitjan í Íslandi við trimum liðum. Liðini hava hildið til í Sandgerði, hjá fótbóltsfelagnum Reynir, fram til mikudagin, og fóru síðan víðari til Reykjavíkar at luttaka í fótbóltskapping. Í Sandgerði varð skipað fyri venjingarlegu fyri bæði føroysku og íslendsku fótbóltsspælarunum – har ítrótt og vinskapur gingu hond í hond. Ferðaliðið kemur aftur til Føroya 28. juli.
Vitjanin hjá borgarstjóranum og ferðin hjá FC Suðuroy vísa greitt, at áhugin fyri samstarvi og felagsskapi millum Vágs Kommunu og Suðurnesjabær er til staðar – bæði á politiskum og ítróttarligum støði. Hetta gevur góðar vónir fyri at endurskapa og menna eitt virkið og gevandi vinarbýarsamstarv í komandi tíðum, skrivar Vágs kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið í Nes kommunu økt frá 1.338 til 1.610, og herfyri varð borgari nummar 1.600 - Súnhild Langgaard - boðin á kommunuskrivstovuna, har hon fekk handað minnisgávu og blómur
Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu økt munandi, og herfyri fór talið upp um 1.600.
Borgari nummar 1.600 gjørdist Súnhild Langgaard, og farna fríggjadag varð hon boðin á kommunuskrivstovuna, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði henni eina minnisgávu og blómur.
Minnisgávan eru tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.
Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu, nú hon varð gift við Beinir Langgaard á Nesi, skrivar kommunan.
Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið í Nes kommunu økt frá 1338 til 1610. Tað er ein vøkstur á 272 fólk ella 20,3 procent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025
Kanningar í grannalondunum vísa, at í skúlatíðini verða fartelefonirnar hjá næmingum mest brúktar á sosialu miðlunum, vísir Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags
Tøkniliga menningin hevur seinastu mongu árini verið í fullari ferð. Eisini í skúlahøpi hevur hendan framgongdin havt ávirkan. Tó eru vit, sum starvast í skúlunum, oftast eftirbátur, tá nýggj tøkni tekur seg fram. Hóast fartelefonin hevur verið hvørs mans ogn seinastu mongu árini, hava vit framvegis ikki funnið fram til rætta rúmið hjá fartelefonini í skúlahøpi, skrivar Skúlablaðið.
Kanningar í grannalondunum vísa, at í skúlatíðini verða fartelefonirnar hjá næmingum mest brúktar á sosialu miðlunum, men kanningarnar vísa eisini eina øking í fartelefonnýtslu í sambandi við skúlaviðurskifti í frítíðini. Soleiðis kunnu vit møguliga siga, at skúlatíð og frítíð gerast flótandi. Eisini á arbeiðsmarknaðinum síggja vit, at skilnaðurin ímillum arbeiðstíð og frítíð hevur hug at renna saman.
Seinasta ørkymlanin innan skúlaviðurskifti og teldutøkni er AI ella chatGPT. Sjálvandi hevur hendan tøkniliga framgongdin ávirkan á skúlan. Vit hava ikki møguleika at vita, hvørs avrik tað er, vit meta um. Er tað vitlíki ella næmingurin, sum hevur framleitt avrikið?
Fyri at brúka vitlíki skilagott krevst holl undanvitan fyri at tryggja, at tað, sum kemur fram, er eftirfarandi. Fakfólk kunnu tí hava gagn av vitlíki, tá tey arbeiða við ymiskum, tí tey hava ta vitanina innan økið, ið krevst, fyri at meta um svarið, sum chatGPT kemur við. Hevur brúkarin ikki holla undanvitan, so er vandi fyri, at teldugjørda svarið verður móttikið við góðvarni, og tí kann næmingurin fáa skeiva fatan av tí, hann arbeiðir við.
Hetta broytir undirvísingina í skúlanum soleiðis, at næmingarnir mugu vera enn meiri tilvitaðir um tað, teir vita og duga. Teir mugu gerast greiðir yvir, hvørjar fortreytir teir sjálvir hava, fyri at døma um úrslitið, ið vitlíkið kemur fram til.
Ein avbjóðing hjá skúlunum er, at lærarin helst skal vera dugnaligur á sínum øki. Eisini tá tað snýr seg um tøkni. Av tí at tøknin hevur áhaldandi stóra framgongd, krevst útbúgving til lærarar. Tað er høpisleyst hjá lærarum at undirvísa við tøkniligum hjálpiamboðum, um lærarin ikki er betur skikkaður at brúka tøkniligu amboðini enn næmingurin. Tí eiga vit at hava góðar umstøður at menna tøkniliga vitanina og førleikarnar hjá lærarunum í øllum landinum. Tað vísir seg ikki at vera nøktandi at fáa eina gjøgnumgongd av møguleikunum, tá vit fáa einhvørja nýggja telduskipan, ið vit skulu arbeiða við. KT-vørðirnir í skúlunum hava í mong ár roynt sítt besta við at menna førleikarnar hjá starvsfeløgunum á KT-økinum. Arbeiðstíðin hjá teimum er skerd munandi, nú Skúlanet tekur sær av mestsum øllum tí tøkniliga á skúlunum. Tað hevði verið stórur fyrimunur fyri alla skúlaskipanina, um KT-vørðirnir fingu tíð at styrkja starvsfelagar innan tøkni, soleiðis at allir lærarar høvdu møguleika at vera væl skikkaðir á KT-økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Báturin hjá Mest var frammi stutt eftir midnátt sunnudagin og skuldi vera aftur á Havnini hóskvøldið
Fríggjakvøldið 18. juli setti M/s Samson hjá skipasmiðjuni MEST kósina longu ferðina norður til Jan Mayen.
Ørindini vóru at fáa fatur á norska sleipibátinum M/s Stadt Florø, sum hevði fingið enda um skrúvuna.
Ferðin norður gekk sera væl. og var Samson frammi hjá sleiparanum klokkan tvey mánamorgunin. Hesum boðar Mest frá.
- Teir hava verið sera hepnir við veðrinum og gongur tað væl at sleipa. Hava eina sleipiferð heim á 6 míl.
Aftaná at sett varð fast, varð kósin sett aftur á Havnina, har teir væntaðust at vera seint hóskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Talan er um tvíkilju nummar 36, sum KJ letur Bakkafrosti. Enniskarð er systurskip til Miðenni, sum alifelagið fekk í desember 2023
KJ handaði í farnu viku Bakkafrosti tvíkiljuna Ennisskarð, sum er tvíkilja nummar 36 í røðini av tvíkiljum, sum KJ hevur handað Bakkafrosti síðani fyrsta tvíkiljan varð handað felagnum í 1999. Samanlagt er hetta tvíkilja nummar 66, sum KJ hevur bygt.
Tvíkiljan hevur fingið heimstað í Hovi, og væntast fyri tað mesta at loysa uppgávur kring alibrúkini í Suðuroy.
Tvíkiljurnar eru nógv broyttar síðani 1999 í skapi, tøkni og útgerð, og uppgávurnar, ið tvíkiljurnar skulu loysa, gerast alsamt fleiri og krevjandi maskintekniskt. Ennisskarð er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, sum varð handað Bakkafrosti í desember 2023. Ennisskarð og Miðenni eru 20 metrar langar og 9 metrar breiðar.
Enniskarð er ein stór tvíkilja, og hetta gevur gott dekkspláss. Á dekkinum standa tveir Palfinger Marine dekskranar, ið eru týðandi amboð í gerandisdegnum umborð. Afturi í reyv í stýriborðssíðu stendur ein 90 tonsmetur krani, miðskips aftan fyri stýrihúsið er ein 33 tonsmetur krani og somuleiðis miðskips handan stýrihúsið er eitt 25 tons deksspæl. Ein koblingsplátuhaldari er eisini afturi á reyv í bakborðssíðu, og bøtir hesin munandi um trygdina hjá arbeiðsfólkinum, tá arbeitt verður við koblingsplátum, festum og aðrari útgerð.
Maskintekniskt er tvíkiljan í fremstu røð tá tað viðvíkur maskin- og ravmagnsmegi. Hon er útgjørd við tveimum FPT C16 motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, tveimum síðuskrúvum og tveimum 115 KVA generatorum, sum veita ravmagnsorku til elektriksku útgerðina umborð. Framkomin DP útgerð er sett í tvikiljuna, sum gevur heilt góðar og neyðugar møguleikar at leggja tvíkiljuna stilla á einari knattstøðu á føroysku firðunum, sum mangan eru harðbalaðir á hávetri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Eitt nú skal nýggj verksmiðja og pakkilinja setast í skipið. Arbeiðið verður gjørt á smipasmiðjuni Mest
Komandi vár skal verksmiðjuskipið Norðborg dagførast, og tað verður Mest, sum skal gera arbeiðið.
Eitt nú skal nýggj verksmiðja setast í, nýtt frystarí, bakkin skal innilokast, síðuportur setast í til avlasting, nýggj lyfta setast í skipið og annað.
Mest skrivar, at arbeiðið er vunnið í kapping við fleiri útlendskar skipasmiðjur, og fegnast um at felagið Christian í Grótinum hevur valt MEST til uppgávuna og harvið víst skipasmiðjuni stórt álit.
Arbeiðið skal gerast á vári 2026, og fer at geva nógv arbeiðið til allar deildir í MEST.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Jákup Sverri er nýliga afturkomin av ársins makreltúri
Sunnumorgunin kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri.
Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verða úrslitini savnað í eini størri frágreiðing, sum verður klár síðst í august.
Jákup Sverri kannaði føroyskt øki, altjóða øki, og nakað inn í norskt og íslendskt øki.
Makrelur var at fáa í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, men nøgdirnar vóru smáar í flestøllum hálunum. Í miðal vórðu 340 kilo av makreli fingin pr. trolstøð, og størstu hálini vóru í norskum sjógvi.
Hvat aldursbýti viðvíkur, var mest fingið av 5 og 6 ára gomlum makreli. Stórur og gamal makrelur var fyri tað mesta at fáa norðast og vestast í kanningarøkinum.
Sild var at síggja í smáum nøgdum mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar. Framvegis er nógv til av 2016-árganginum, men hugaligt er at síggja, at 2021-árgangurin, ið tykist vera stórur, er við at koma inn í stovnin, skrivar Havstovan.
Svartkjaftur var mestsum allastaðni, tó sást minst til hann í kalda sjónum í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum. Umframt nógvan 4 ára gamlan svartkjaft, so var eisini nógv av svartkjafti, sum var gýttur í vár. Svartkjafturin vestan fyri Føroyar og á Íslandsrygginum var fyri tað mesta 0-2 ára gamal, meðan størri svartkjaftur var at síggja norðanfyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Marknaðarvirðið av lánsbrævaskuld landskassans í juni 2025 er 5,1 milliardir krónur. Skuldin hjá landskassanum er sett saman av fimm lánsbrævarøðum
Í juli 2024 varð eitt lán tikið á 900 milliónir krónur, og hetta lánið varð hækkað við 350 milliónum krónum í januar 2025. Í mai 2025 tók landskassin aftur eitt lán á 1,32 milliardir. krónur. Hesi lánini tilsamans geva 2,57 milliardir krónur, sum verða nýttar til at gjalda eitt lán á 1,645 milliardir krónur, sum fall til gjaldingar 2. juni 2025.
Harumframt verður peningurin nýttur til landsins gjaldføri (sambært lóg skal landskassin hava 15 prosent av BTÚ í gjaldføri; tað er 3,975 milliardir krónur í 2025), og til at fíggja hall á fíggjarlógini fyri árini 2023 (200 milliónir krónur) og 2024 (150 milliónir krónur).
Lánsbrævaskuldin er beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. Landskassin er harumframt óbeinleiðis eksponeraður fyri aðrari skuld; eitt nú skuldini hjá kommununum og skuldini hjá tunnilsfeløgunum. Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í beinleiðis rentuberandi skuldini hjá landskassanum, men er tald við í uppgerðini av EGS-skuldini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS-skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, sum kann samanberast tvørtur um lond. ES hevur eina reglu, um at ovara markið fyri almenna bruttoskuld ikki eigur at vera meira enn 60 prosent av BTÚ
EGS-skuldin fevnir um land, kommunur og sosialar grunnar. Skuldin hjá Pf. Eystur- og Sandoyartunlar verður roknað uppí skuldina hjá landskassanum, tí veðhaldsskyldan hjá landinum skal, sambært altjóða leisti fyri hagtalsuppgerð, roknast uppí.
ES hevur eina reglu, um at ovara markið fyri almenna bruttoskuld ikki eigur at vera meira enn 60 prosent av BTÚ. Føroyar eru ikki limir í ES, men við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera um 30 prosent av BTÚ.
Er skuldin ov høg, kann tað gerast trupult fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar, skrivar Landsbanki Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
Herfyri var fráfaringarløta fyri Ludvík Christiansen á kommunuskrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu
Farna hósdag var ein lítil samkoma á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu í sambandi við, at Ludvík Christiansen gevst eftir 35 ár sum sløkkiliðsmaður.
Petur Müller, sløkkiliðsleiðari segði nøkur orð, og borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, takkaði Ludvík fyri trúgva tænastu og handaði honum blómur og ein gávu.
Ludvík byrjaði sum sløkkiliðsmaður hjá Kvívíkar kommunu 26. januar í 1990.
– Hetta starv hevur hann røkt til fulnar, bæði til venjingar og tá boð hava verið eftir sløkkiliðnum. Tað hevur ikki altíð verið so tespiligt, tá sløkkiliðið hevur verið kallað út. Men trúliga hevur Ludvík møtt upp, skrivar kommunan.
– Fyri nøkrum árum síðan komu fleiri nýggj sløkkiliðsfólk í sløkkiliðið. Tá varð gott at hava ein sum Ludvík, til at leggja lag á. Eisini hevur hann verið góður í ráðum hjá nýggju fólkunum. Nú Ludvík er farin væl um pensiónsaldur, hevur hann valt at fara úr sløkkiliðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
Eitt nýtt vodka frá føroyska felagnum, 62Nordic Spirits, er klárt til ólavsøkuna. Tað er famleitt við lopransvatni
Einki er spart, hvørki viðvíkjandi fløsku ella innihaldi.
Fløskan er eyðkend við føroysku tjóðarlitunum, bindimynstri og við myndum inni í av lunda, kópakonuni og drangunum í Vágum. Drykkurin er framleiddur úr vatni úr Lopra, ið gevur ein rundan smakk og egnar seg sera væl til durasnaps ella kokkteylar.
Vøran er júst komin á hillarnar í Rúsuni, Duty Free í Vágum og umborð á Nørrunu.
Móttøkan hevur verið góð í Føroyum, og áhugi hevur eisini verið uttanlands, sigur 62Nordic Spirits.
- Móttøkan og vælvildin, vit hava fingið í Føroyum, gevur okkum dirvi og treysti til at arbeiða víðari við sambondunum, vit hava úti í heimi. Vit síggja góðar møguleikar fyri at víðarimenna og útflyta hesa vøru, sigur Valborg Jensen er stjóri á 62Nordic Spirits.
62 Nordic Premium Vodka er 40 prosent í styrki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Sørvingurin Jóan Jakku Guttesen, annar av oddamonnunum í Tinganest, skaparin av vágasound, er farin. Ein persónlig heilsan til mæta skaldið og sangskrivaran, sum doyði sunnudagin, 76 ára gamal
Á stovubróstinum hjá mær hongur ein lítil mynd, sum nú gjørdist mær uppaftur meira kær, tá óvæntaðu boðini í gjár komu um, at Jóan Jakku Guttesen var farin, 76 ára gamal.
Á mentanarvikuni í Fuglafirði farna heyst var ein hugnalig framsýning í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla, við listafólkum úr bygdini og grannabygdunum. Har fann eg og keypti hesa myndina, sum mæti portrett- og keiputeknarin í Syðrugøtu, Jens Klæmint Jacobsen, hevur málað.
Eg havi tikið meg í nakkan nú, eg fari, kemur tú
Góðveðursmorgnar skínur sólin inn á hesa hugfarsligu myndina, tá eg komi upp. Tað gjørdi hon ikki í morgun. Og neyvan hevur sólin heldur skinið á nakra aðra mynd av Jakkanum í morgun, hvørki í Sørvági, Nólsoy ella Havn – nú ein mætur listamaður hevur sligið seinasta tónan á bassinum, ein nógv mætari listamaður enn hann sjálvur gav sær far um.
Tórsfest 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kendi ikki Jóan Jakku persónliga, men sum hálvur sørvingur, hevur tónleikurin hjá honum og hinum í og rundan um Tinganest, leingi rørt meg persónliga. Tí eg billi mær inn, at eg skilji tann undirliggjandi tónan betri enn fólkini rundan um meg. Kann seta meg inn í hvussu tað mundi vera at vaksa upp úti á Lið í fimmti- og sekstiárunum, nærhendis heiminum har omma mín vaks upp. Við niðaravegi, stóra sandinum, har sjógangur niðan í áirnar kann vaða.
Eg vil vera bygdafrell. Onki annað, nú er well
Men eg skal eisini viðganga, at vit ikki hildu nógv av tónleikinum, tá Tinganest kom við fyrsta kasettubandinum, “Upp á Tá”, í 1983. Var fyrst í tjúgunum tá, blaðmaður á Dimmalætting, og dittaði mær stundum at skriva ummæli av tónleikaútgávum og konsertum.
Men eg hættaði mær ikki undir at ummæla bandið hjá Tinganest. Tað var ov snedugt eftir mínum tykki, tónasetingin og harmoniirnir hildu ikki tátíðar standard, hildu vit, og orðið ‘bygdasligt’, varð brúkt. Eg óttaðist fyri, at tað fór at verða tikið illani upp í heimbygdini hjá mammu, um er var ærligur.
Men sum tíðin leið, dugdu vit at síggja, at har var góðs í. Serliga heitislagið og sangurin um vágagelluna, ið hava verið sungnir sum felagssangir í so at siga hvørjum borðhaldi síðan tá.
- og eg hugsi við mær sjálvum, at eg havi verið hálvur síðan tá
Tá so næsta bandið kom út trý ár seinni, prógvaði Tinganest, at teir báðir, Stongum og Guttesen, áttu nakað heilt serligt, tá tað kom til sangskriving.
Magnus á Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall saman við Føroya Symfoniorkestri við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Guttesen sannførdi meg við sanginum “Annan Sang”. Um drongin á havnargøtum, sum upplivir sín stóra kærleika vera farna á aðra kós, og syngja um herligheit heldur enn kerligheit.
Sangurin er eitt meistaraverk. Tað størsta av fleiri meistaraverkunum, sum nú liggja eftir Jóan Jakku Guttesen.
Tað er ikki bert í Tinganest, at Jóan Jakku hevur ríkað okkum við sínum tónleiki. Hann gav eisini út og framførdi í vágabólkunum Sørvings og Hips um Haps, solo við útgávuni Jakkin og í samansetingunum Vág/ðaverk saman við Sámali Ravnsfjall og Stongum og Guttesen tá Tinganest bara vóru teir báðir, um ein so kann siga.
Lukkan hon er slitin, lukkan hon er kørg, men tað kemur fyri, at hon ger ein lítlan vørr
Síðan sørvingar fóru undir sín country- og bluesfestival í 2012 hava Tinganest verið fast inventar. Tey fyrstu árini var teirra framførsla sum eitt slag av lokalari sangløtu, har sørvingar flokkaðust fyri at syngja serliga “Válandi heim”, sum Magnus á Stongum eigur æruna av.
Heiðurskvøld í Sørvági (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)
Og tú sást á sørvingunum hvussu nógv hesin sangurin um heimbygdina hevur at siga fyri tey. Tú sást hvussu eyguni vættust og onkur fekk lippufelli eisini, og fekk ikki sungið við.
Soleiðis er tað ikki longur. Børnini, sum saman við foreldrum sínum upplivdu Tinganest á Dungasandi ella á Stakka fyri 10-13 árum síðani, hava hesi seinastu árini trokað seg saman framman fyri stóra pallinum fyri at uppliva Jakkan, Magnus, Holgar og Finn og skrála aftur við sangunum. Tey duga allar, næstan.
Skeivur sum ein hani, fullur sum eitt svín. Her gangi eg og leingist eftir tær
Og sama hava vit eisini upplivað seinastu árini á G! og Summarfestivalinum, har Tinganest hava verið stórliga fagnaðir, av fleiri ættarliðum av fjepparum.
Stuttligt hjá teimum, sum neyvan sluppu at spæla aðrastaðni enn í dansistovuni í Sørvági at byrja við, og kanska eisini upplivdu hugtakið ‘vágasound’ sum niðurgerandi, at uppliva nú at vágasound er vorðið eitt góðskustempul, og at sangirnir eru vorðnir fólkaogn, eisini uttan fyri Vágarnar.
Heiðurskvøld í Sørvági (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)
Og gott, at Jóan Jakku náddi at fáa ársins tónleikaheiður frá FMA í 2023, og at Jóan Jakku og Magnus vórðu heiðraðir í heimbygdini á stórum og væleydnaðum fagnaðarkvøldi í dansistovuni síðsta vetur.
Mann hon kanska bíða mær enn, hon sjálv so blíða Polk Salad Ann
Mæta skaldið, stinni bassisturin, skeivi eksistensurin, Jóan Jakku Guttesen, fær ikki ríkað okkum við fleiri av sínum sangum. Tað eru vit nógv, ið stórliga fara at sakna.
Tankar okkara eru hjá hansara nærmastu, hjá sørvingum og vágafólki, ið hava mist ein av sínum mætastu synum og hjá nólsoyingum, sum hava mist eina bygdarmynd.
- Hvíl í friði. Heilsa Polk Salad Ann og Tony Joe White.
Og tá, ið eg einaferð skal avstað – mína seinastu ferð um hav. Ei nýtist mær kumpas ella kós – tí eg havi við í sós og dós, librium og valium ... bambirium
Æra verið minnið um liðamannin Jóan Jakku Guttesen.
Nú svøvnur kom í eyga mítt, eg takki fyri meg. Tí nú er vorðið songartíð, hjá mær, nú fari eg
at leggja meg og míni bein. Og finna mær ein taksabil, koyra meg til mínar dyr. Eg lati kvøldið yvir til øll tey, sum dansa síðsta dansin
FMA 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
Øll skipanin hjá Nets fór í baklás, og tí tók tað eina løtu at selja seinastu atgongumerkini
G! Festivalurin í Syðrugøtu farna vikuskiftið gjørdist væl eydnaður. Fyri fyrstu ferð í 20 ár kundi festivalurin boða frá, at øll atgongumerkini vórðu seld.
Leygarkvøldið hendi tað, at NETS fór í baklás, og skipanin við gjaldskortum gjørdist óvirkin í eina góða løtu. Tí tók tað eisini sína tíð, at selja tey seinastu atgongumerkini, men út á kvøldið kundi atgongumerkjasølan boða frá, at eingi atgongumerki vóru eftir.
Vit tóku hópin av myndum frá G! Festivalinum:
G! festivalurin skotin í gongd á tjaldingarøkinum
Fríggjakvøld á G! festivalinum
Seinasti dagurin á G! skotin í gongd
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025
Seks sýningar verða á Tjóðpallinum
Hesa ólavsvøkuna ber til at uppliva teir báðar Dánjal og Búa á Tjóðpalli Føroya, har teir fara at siga børnum frá tí snedigu, stuttligu og syrgiligu søgu, um tað alt í verðini for forelskaða parið, Romeo og Juliu.
Við tónlistarligum og leiklistarligum snildi, fara Dánjal og Búi at geva børnum á ólavsvøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk.
Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. Tvey ung forelska seg í hvørjum øðrum, men familjur teirra eru arvafíggindar. Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fylt av spentum løtum og stórum kenslum! Sum tá Julia, við kærleika og sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?” Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna, rodna, øtast, siga “uh!” ella “ah!” ella “oh!” og kanska eisini fella eitt tár.
Spælt verður 27. juli kl. 16, 28. juli kl. 16 og 18, 29. juli kl 15 og 17 og 30. juli kl. 16 á Tjóðpalli Føroya.
Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, segði soleiðis um Ævintýraferðina, tá hon vann Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs:
“Tað sermerkta við "Ævintýraferðini" er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí. Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Bubber og Malene Qvist eru vertir hjá stóra danska sirkusinum við 70 árum á baki
Kanda danska sirkussið, Cirkus Arena, vitjar 6. september stórhøllina við Tjarnir við síni 70 ára føðingardagsframsýning.
Tað verða Bubber og Malene Qvist, sum fara at standa á odda fyri framførsluni.
Í 70 ár hevur Cirkus Arena verið millum fremstu sirkus í norðurlondum. Tey hava í fleiri førum vitjað í Føroyum, og nú koma tey aftur við eini føðingardagsframførslu fyri alla familjuna.
Saman við Bubber og Malene verður møguligt at uppliva tað besta, sum sirkusheimurin hevur at bjóða, siga tey í tíðindaskrivi. Talan verður um viðurslønt heimsnøvn, sum fara at framføra við Tjarnir.
Møguleiki verður eitt nú at síggja og uppliva línudans, jonglørar, hugtakandi luftakrobatik og klovnar. Alt hetta kryddað við góðum tónleiki. Til samans eiga tey framførandi heili 40 heimsmet.
Atgongumerkjasølan til Cirkus Arena byrjar mikudagin 23. juli kl. 12 á www.tjarnir.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
Enski tónleikarin doyði í morgun, 76 ára gamal
Rockstjørnan Ozzy Osbourne, sum var forsangari í Black Sabbath, er deyður, 76 ára gamal.
Í fráboðan frá familju hansara, verður skrivað, at hann doyði týsmorgunin umgirdur av famiilju og kærleika.
Fyri nøkrum vikum síðan hevði hann og Black Sabbath eina farvælkonsert fyri 40.000 áhoyrarum í heimbýnum, Birmingham í Bretlandi.
Black Sabbath byrjaði í 1968 í Birmingham, og síðan er bólkurin farin sundur og komin saman aftur fleiri ferðir.
Ossy Osbourne upplýsti í 2020, at hann hevði sjúkuna Parkinsons, og tað var orsøkin til, at hann árið frammanundan útsetti eina konsertferð. Í 2022 varð hann skurðviðgjørdur í rygginum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Amerikanarin doyði í heimi sínum í Florida, 71 ára gamal
Heimskendi amerikanski glímarin, sum seinni gjørdist sjónleikari, Hulk Hogan, er deyður, 71 ára gamal. Hann doyði í heimi sínum í Florida.
Tað váttar umboðsmaður hansara, Chris Volo, fyri NBC Los Angeles.
Hulk Hogan gjørdist í 1980'unum og 1990'unum heimskendur í glíming. Hann vann seks sonevnd WWE-meistaraheiti, og gjørdist limur í Hall of Fame í 2005.
Seinni gjørdist hann sjónleikari og spældi við í triðja Rocky-filminum, Suburban Cammondo og Mr. Nanny. Í 1994 fekk hann egna sjónvarpsrøð, og í 2005 høvdu hann og familja hansara høvuðsleiklutin í realityrøð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Umhvørvisaktivisturin er ikki longur eftirlýstur av Interpol. Paul Watson var í fjørsummar handtikin í Grønlandi
Interpol hevur slept sonevnda "Red notice" um at handtaka Paul Watson.
Tað upplýsir advokatur hansara, William Julié, fyri AFP tíðindastovuni.
Danska løgreglan í Grønlandi handtók í fjørsummar 74 ára gamla Paul Watson, og hann sat í varðhaldi í Nuuk meðan myndugleikarnir tóku støðu til, um hann skuldi útflýggjast til Japan.
Eftir fýra mánaðir tók danska løgmálaráðið avgerð um, at hann ikki skuldi útflýggjast.
Og nú er Interpol komið fram til, at altjóða handtøkuboð altso ikki skulu vera fyri Paul Watson.
Les eisini: Bjarni K. Petersen: Óskiljandi at Paul Watson er leyslatin
Les eisini: Løgreglan stóð fyri Paul Watson tá hann kom til Nuuk
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
- Okkara støða er framvegis tann, at vit vilja framhaldandi heita á allar partar um at fáa hann útflýggjaðan, sigur talsfólk fyri japansku stjórnina
Japan er framvegis áhugað í at fáa fatur á umhvørvisstríðsmannin Paul Watson og fáa hann rættarsøktan hóast Interpol ikki longur heitir á løgreglumyndugleikarnar um at handtaka hann.
- Avgerðin um at taka fráboðanina aftur broytir ikki upp á japansku handtøkuboðini, skgur eitt talsfólk fyri japansku stjórnina, Yoshimasa Hayashi, sambært AFP tíðindastovuni.
- Okkara støða er framvegis tann, at vit vilja framhaldandi heita á allar partar um at fáa hann útflýggjaðan.
74 ára gamli Paul Watson varð handtikin í Grønlandi síðsta summar orsaka av japanska handtøkuboðunum. Hann sat í yvir fýra mánaðir fongslaður í Nuuk, innan danska løgmálaráðið tók avgerð um ikki at útflýggja hann til Japans.
Málið millum Japan og Watson stavar frá 2010, tá Paul Watson, sambært japansku myndugleikanum, var við til at gera skaða á eitt japanskt hvalaveiðuskip.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Kunnu ikki góðtaka, at fólk, ið leita sær neyðhjálp í Gaza, verða dripin av ísraelskum herfólkum
Uttanríkisráðharrarnir frá 25 londum krevja nú í eini felags áheitan, at kríggið í Gaza støðgar í stundini.
- Boðskapurin er einfaldur: Kríggið í Gaza skal støðga nú. Vit eru til treiðar at taka politisk stig til at stuðla eini vápnahvíld og friði fyri ísraelar, palestinar og alt økið annars, stendur í áheitanini.
Seinastu vikurnar eru fleiri hundrað palestinar dripnir av ísraelskum herfólkum í sambandi við at neyðhjálp er býtt út.
Tí havast 25 lond og ES nú at “ómenniskjaligu drápunum á sivilfólk”, sum royna at "nøkta teirra mest grundleggjandi tørv á mati og vatni”.
- Tað er skelkandi, at 800 fólk eru dripin, meðan tey royndu at fáa fatur á neyðhjálp. At ísrraelska stjórnin noktar at geva sivilfólkum lívsneyðuga humanitera hjálp, kann ikki góðtakast, stendur í áheitanini, sambært dr.dk.
Hesi londini hava skrivað undir áheitanina: Avstralia, Belgia, Kanada, Danmark, Estland Finnland, Frakland, Niðurlond, Ísland, Írland, Italia, Japan, Lettland, Litava, Luksemburg, New Zealand, Noreg, Poland, Portugal, Slovenia, Sveits, Spania, Svøríki, Stórabretland og Eysturríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
"ST-felagskapurin er í ov stóran mun fordómsfullur mótvegis Ísrael og fremur mál, ið kloyva". Soleiðis ljóðar partur av grundgevingini
USA kunngjørdi týsdagin, at landið fer úr Unesco.
Síðani Donald Trump tók við aftur sum forseti í januar, hevur USA tikið seg úr ymiskum heimsstovunum - til dømis heimsheilsustovninum WHO - og eisini lagt høgan toll á ES og ymisk lond.
Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið greiddi týsdagin frá, hvat liggur aftan fyri avgerðina um at fara úr Unesco.
Hildið verður millum annað, at felagskapurin "í ov stóran hevur tikið støðu frammanundan í mun til Ísrael" - at hann hevur verið heldur fordómsfullur.
Ísrael fegnast um avgerðina.
Eisini finst amerikanska stjórnin at tí, at Unesco hevur verið við til "at framt mál, ið kloyva".
Unesco er stovnurin hjá Sameindu Tjóðum fyri útbúgving, vísindi og mentan. Tað er millum annað hann, sum stendur fyri, hvørji støð í heiminum skulu vera "world heritage site". Millum annað kom eitt stað í Gasa á listan í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Malcolm-Jamal Warner gjørdist 54 ár
Amerikanski sjónleikarin, Malcolm-Jamal Warner, sum frá 1985 til 1992 spældi Theodore Huxtable í sjónvarpsrøðini 'The Cosby Show', er deyður í eini druknivanlukku í Kosta Rika, skrivar ABS News.
Hann gjørdist 54 ár.
Sambært ABS News varð Warner tikin av streyminum, tá hann svam við eina strond nærhendis býin Limon.
Í 2023 segði Warnar við miððilin People, at hann og hinir sjónleikararnir frá 'The Cosby Show' vóru errin av teirra avriki og framvegis tætt knýtt. Í 2018 varð Bill Cosby, sum skapti røðina um Hustable familjuna, dømdur fyri kynsligan ágang, men dómurin varð ógildaður í 2021.
Malcolm-Jamal Warner spældi seinast við í læknarøðini 'The Resident', skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Molslinjen hevur gjørt sáttmála um at byggja tvær bilferjur, sum verða heimsins størstu elriknu tvíkiljur at røkja siglingina millum Aarhus og Sjællands Odde. Arbeitt verður við at byggja eina triðju eisini
Um nøkur ár fara risastórar elriknar ferjur at røkja ferjusiglingina um Kattagat í Danmark. Eigararnir av Molslinjen, Nordic Ferry Infrastructure, hava júst gjørt ein milliarda-sáttmála um tvær risastórar tvíkiljur, sum skulu byggjast á Incat skipasmiðjuni í Tasmania, har fleiri av núverandi tvíkiljunum hjá Molslinjen eisini eru bygdar.
Arbeitt verður eisini við at byggja eina triðja ferju, og felagið er í sambandi við fleiri ymiskar skipasmiðjur, sum megna at byggja risastórar battaríriknar tvíkiljur. Um tað endar við trimum ferjum verður Kattegat-leiðin heimsins størsta elektrifiseraða verkætlan á sjónum nakrantíð, skrivar Molslinjen í tíðindaskrivi.
Fyrsta av teimum trimum tvíkiljunum væntast at vera í Danmark um ársskiftið 2027-2028.
- Molslinjen hevur í nógv ár virkað sum ein flótandi brúgv millum Jútland og Sæland og hevur styrkt sambandið millum eystur og vestur. Nú tryggja vit, at flótandi brúgvin gerst grønari, sigur Carsten Jensen, stjóri fyri Nordic Ferry Infrastructure, sum eigur Molslinjen og norska reiðaríið, Torghatten.
Nýggju ferjurnar vera 129 metrar langar og 30,5 metrar breiðar, og pláss verður fyri 1.483 ferðafólkum og 500 bilum. Tað er 11 prosent størri enn Express 5 hjá Bornholmslinjen, sum er heimsins størsti katamaranur, roknað upp á talið á bilum.
Við nýggju ferjunum verður kapasiteturin á Kattegat øktur við 25 prosentum.
Hvør av ferjunum hevur battarípakkar, sum við 45.000 kWh kunnu geva ferjuni eina ferð á yvir 40 knob, svarandi til yvir 74 kilometrar um tíman.
Kostnaðurin fyri tær tríggjar ferjurnar saman við tilhoyrandi infrakervi á landi kemur at kosta umleið 3,5 milliardir krónur.
Ferjurnar skulu kunna løðast í havnunum bæði í Aarhus og Sjællands Odde. Tá ein av nýggju tvíkiljunum verður sett at løða, løðir hon við 15kV AC, 55.000 kW í 30 minuttir. Tað er í miðal til 25.000 kWh av orku áðrenn næsta túr.
Hetta svarar til, at ein el-bilur við einari løðing kundi koyrt 150.000 kilometrar.
Stjóri í Molslinjen er Kristian Durhuus. Hann er hálvur føroyingur, sonur Ernu Durhuus úr Havn.
Tekning av nýggju ferjunum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Sizewell C er mett at fara at kosta 327 milliardir krónur at byggja
Bretska stjórnin hevur í vikuni givið endaligt grønt ljós til at fara undir at byggja eitt nýtt kjarnorkuverk, sum skal eita Sizewell C, skriva AFP og Reuters tíðindastovurnar.
Eftir ætlan, skal kjarnorkuverkið byggjast Suffolk eystast í Onglandi.
Enska stjórnin, sum er størsti partaeigari í verkætlanini, sigur, at Sizewell C fer at kosta umleið 38 milliardir pund at byggja. Tað svarar til umleið 327 milliardir í okkara krónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Varandi orka stóð fyri 92,5 prosentum av allari nýggjari elframleiðslu í 2024 vísir ST frágreiðing
Tað er sjálvur ST aðalskrivarin António Guterres, sum upplýsir hetta skrivar Financial Times.
Hann sigur m.a.: -Lond, sum halda fast um fossila orku verja ikki sínar búskapir – tey oyðileggja teir. Hann vísir á, at fossila orkan er við at fara í søguna, nú varandi og rein orka tekur dik á seg og eru vorðin bíligari.
Guterres segði á ST fundi í New York, at varandi orka er ikki longur eitt lyfti, men fakta. Hann fanst at orku- og veðurlagspolitikkinum hjá Donald Trump forseta og segði, at tað var skreivt av USA at taka seg úr París avtaluni eins og raðfesta nýggja boring.
- Fossila øldin er farin tíð. Íløgurnar í varandi orku økjast í hvørjum, um somu tíð, sum tær minka í eitt nú olju og gass, og tað er einasta gongda leiðin at fara. Eisini gerst tað alsamt bíligari at gera íløgur í varandi orku heldur enn í fossila orku legði hann aftrat og vísti annars til Kina, har framleiðslan av varandi orku stendur fyri 10 prosentum av búskapinum.
Hann segði víðari, at brenning av koli, olju og gassi er størsta mannagjørda hóttanin móti veðurlagsbroytingum og legði dent á, at varandi orka er eisini av alstórum týdningi í sambandi við orkutrygd.
Umleið tríggir fjórðingar av heimsins íbúgvum liva í londum, sum eru innflytarar av fossialari orku, ið ger tey sera viðkvom fyri hækkandi prísum, óstøðugari veiting og geopolitiskum ósemjum. Guterres fanst eisini at londum, sum lata stuðul til framleiðslu av fossilari orku.
Vaksandi eftirspurningurin eftir orku til tess at menna vitlíki leggur trýst á allar skipanir og heitti hann á stóru tøknifeløgini um at brúka varandi orku til at menna vitlíki innan 2030.
Skeiðið hjá António Guterres sum ST aðalskrivari gongur út í ár. Hann hevur frá byrjan verið ein av fremstu mótstøðufólkunum móti fossilari orku, nakað, sum avgjørt íkki fellur í góða jørð hjá nýggja amerikanska forsetanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Vinnararnir á Orknoyggjunum og næstu vertirnir fingu handað nakað serstakt til endahátíðina farna fríggjakvøld
Tað er ikki nakað Oyggjaleikasteyp, men um tað var, so høvdu Føroyar fingið hetta handað til endahátíðina á Kirkwall, sum far farna fríggjakvøld.
Føroyski oyggjaleikahópurin hevði samanlagt 95 heiðursmerki við sær til Føroya. Hetta er tað mesta nakrantíð hjá Føroyum, og tað staðfestir eitt flott avrik í Orknoyggjum í farnu viku.
Sí eisini: Frálíkt avrik á Orknoyggjum - Føroyar vunnu
Nógv hava gjørt bart, og 41 gullheiðursmerki eru heili ellivu fleiri enn oyggin á 2. pláss: Jersey (30 gull)
Sí eisini: Fimleikurin vann 13 heiðursmerki á seinasta degnum og 15 gull samanlagt
Tvey ár eru til næstu Oyggjaleikirnir, men føroyingar skulu skjótt hyggja fram ímóti teimum - í mun til tað fyrisitingarliga og praktiskar fyrireikingar er tað langt síðani farið í gongd.
Føroyar skulu jú, fyri fyrstu ferð síðani 1989, hýsa leikunum. 14 ítróttargreinar og fleiri túsund gestir verða at síggja í juli 2027.
Sum eitt "súmbol" fyri hesum fingu føroyingar serstaka Oyggjaleikaflaggið við av Orknoyggjunum. Tað varð handað til endahátiðina fríggjakvøldið, og formaðurin í føroysku oyggjaleikanevndini, Teitur Samuelsen, fekk tað í hendurnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025
Harvið bendir alt á, at róðurin mánadagin fer at seta metið
Tað er stórur spenningur undan ársins seinasta róðri - serliga um 10-mannaførini har tað verður ein rein finala millum Havnarbátin og Klaksvíking.
114 bátsmanningar hava verið til tvær tær seinastu stevnurnar, á Fjarðastevnu og á Vestanstevnu, og tað er met.
Hetta metið verður eftir øllum tikið til ólavsøkuróðurin, sum byrjar mánadagin 28. juli klokkan 13.30 við barnaróðri
125 bátsmanningar hava boðað frá luttøku. Hetta vísir yvirlitið á rsf.fo.
Millum hesar eru 6-mannafør masters, 10-mannafør masters og eisini tvey gomul 6-mannafør (Greivin og Falkur)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Nú er lagt upp til finalu á ólavsøku. Havnarbáturin og Klaksvíkingur javnir í stigum
Havnarbáturin vann leygardagin 10-mannafarsróðurin á Vestanstevnu í Sørvági.
Satt at siga gjørdist tað til ein tryggan sigur hjá Havnarbátinum, sum vann við næstan einari bátslongd.
Sostatt er FM-finala á ólavsøku, tí Havnarbáturin og Klaksvíkingur eru javnir í stigum. Manningarnar hava vunnið tríggjar róðrar í part og hava 39 stig.
Havnabáturin vann róðurin í tíðini 4 minuttir og 29,20 sekund, 2,05 sekund framman fyri Klaksvíking og 7,13 sekund framman fyri Norðing.
Havnarbáturin og Klaksvíkingur hava 39 stig og Norðingur 30 stig. Tað merkir, at tann báturin av teimum báðum fremru, ið rør skjótast á ólavsøku verður Føroyameistari.
Ørvur longu føroyarmeistari
Hjá 8-mannaførunum er støðan tann, at Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag longu hevur tryggjað sær føroyameistaraheitið.
Ørvur vann á vestanstevnu í tíðini 4 minuttir og 55,22 sekund framman fyri Risan av Eiði og Argjabátin.
Í FM-kappingini hevur Ørvur 42 stig, Risin 36 og Argjabáturin 28 stig.
Sí myndirnar frá kappróðrinum á Vestanstevnu her
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Jarnbardur eisini føroyameistari
Heldur ikki í størstu bátastøddini við kvinnum er nakar spenningur um FM. Jarnbardur hjá Knørrafelagnum í Havn hevur enn einaferð verið suverenur og hevur vunnið allar róðrarnar og harvið eisini tryggjað sær FM-heitið langt undan ólavsøku.
Á vestanstevnu vann jarnbardur í tíðini 5 minuttir og 35 sekund, sum var meira enn 10 sekund skjótari enn Gongrolvur og 15 sekund framman fyri Glyvrabátin.
Øll úrslitini á vestanstevnu síggjast her
Startrøðin á ólavsøku sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2025
HB vísti aftur stóra sinnisliga styrki og vilja - hesaferð móti Brøndby. Danska stórfelagið legði seg á odda, men so svaraði HB aftur, og eftir dystargongdini var málið hjá innskiftaranum í 89. minutti væl uppiborið
Framman fyri eini 3.500 áskoðarunum og í nógvum larmi spældu HB og eitt av størstu donsku feløgunum ein spennandi og inntensan Conference Leauge dyst á Tórsvølli hóskvøldið.
Bæði liðini høvdu stórar møguleikar, sum tey ikki skoraðu uppá. Brøndby hevði tveir heilt stórar møguleikar eftir steðgin, umframt góðar støður mitt í 1. hálvleiki. HB hevði ein góðan málmøguleika beint fyri steðgin umframt tveir størri eftir Brøndby-málið.
Liðini fingu eitt mál hvørt. Eftir eina løtu við bóltinum framman fyri HB-brotsteigin fann Nicolai Vallys Clement Bischoff, sum rann afturum HB-verjuna. Tætt við baklinjuna legði vongurin flatt innfyri til ein púra frían miðáleypara, sum bara skuldi seta fótin á.
Súrt, men HB hevði í stórum pørtum av dystinum áðrenn hetta havt gott tamarhald á, og liðið hjá André Olsen smoygdi bara ermurnar upp.
Menn sum Sammy Skytte, Heini Fossdalsá Sørensen og Ási Dam tóku ábyrgd, og Emil Grønn Pedersen fekk tveir stórar møguleikar.
Tíverri rakti norðmaðurin ávikavist stongina og eysturríska málverjan, áðrenn hann eisini hevði eitt skot, sum fór stutt upp um mál.
Sí allar myndirnar frá dystinum
Innskifti Jákup Thomsen var tó ísakaldur seint í dystinum. HB helt á at fara eftir tí, innskifti Mathias Voss fór avstað í høgru. Bólturin kom eitt sindur tilvildarliga til Jákup Thomsen, sum setti innarusíðuna á og javnaði.
Stórur HB-fagnaður, framvegis ósigraðir undir André Olsen og eitt stórt úrslit. Seinni dysturin verður í Brøndby 31. juli.
(Mynd: Sverri Egholm)
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
HB - Brøndby 1-1 (0-0)
62' 0-1 Filip Bundgaard (Clement Bischoff)
89' 1-1 Jákup Thomsen (Mathias Voss)
HB (4-4-2): Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen (L), Lassana Faye - Heini Fossdalsá Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson (72' Mathias Voss) - Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud (68' Jákup Ludvig Thomsen)
Hoyr samrøður eftir dystin:
Jákup Thomsen: - Hatta var júst tann møguleikin, eg hevði bíðað eftir
Bartal Wardum: - Eru nokkso ernir, men jublaðu ikki beinleiðis
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Frederik Birk var nakað nipin eftir javnleikin móti HB. - Spæla vit handan dystin aftur, vinna vit, sigur Brøndby-venjarin. Graslíki var eisini brádliga ein umbering, men HB fekk nakað av donskum rósi
- Spæla vit handan dystin aftur, vinna vit
Tað staðfesti Brøndby-venjarin, Frederik Birk, smílandi á tíðindafundinum á Tórsvølli, tá Rás2 spurdi, um ikki HB var nærri sigrinum.
Tað helt Frederik Birk ikki:
- Um vit skora uppá hasar málmøguleikarnir beint eftir steðgin, so tosa vit um nakað heilt annað.
36-ára gamli danin var mest vónbrotin av, hvussu Brøndby "takklaði" tað at koma framum. Hann helt tó ikki, at HB gjørdi nakað serligt fyri at koma aftur í dystin eftir 0-1: Tað var meira Brøndby, sum ikki avrikaði nóg væl seinasta hálva tíman.
- HB javnar ikki, tí teir gera nakað heilt serligt. Tað er meira tí, at vit eru ov vánaligir, tá trýstið kemur á og takkla tað ov illa.
Venjarin rósti annars hugburðinum hjá HB, hóast hann sum so ikki var bergtikin av nøkrum spælara hjá HB ella bilsin av nøkrum, sum teir komu við.
- Dystarmyndin líktist áleið henni, sum vit væntaðu, og eg haldi, at vit til og við okkara mál hava gott tamarhald á.
Frederik Birk, Nicolai Vallys og donsku miðlarnir høvdu, sjálvandi kundi man sagt, hug at peika á graslíki. Brøndby hevur tó ein Superliga-dyst á graslíki sunnudagin, so hví hetta brádliga var ein trupulleiki er óvist.
Í næstu viku vitjar HB í Brøndby, og hóast Birk sigur at skrúvast skal upp á ymist, so hevur hann góðar vónir til, at stórfavoritturin kemur víðari.
Vit vildu gjarna gera video/ljóðsamrøðu við Brøndby-umboð, men tað kom ikki upp á tal. Einki umboð var tøkt til slíka samrøðu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Heimaliðið legði stórt trýst á eftir steðgin í nógva hitanum, og hevði sínari møguleikar, men tað endaði málleyst. KÍ hevur harvið góðar fyritreytir til heimadystin hósdagin
Tað var heitt og slavið, grasið var tungt, og Radnicki legði serliga í 2. hálvleiki nógv fyri, fyri at fáa sigurin í fyrra dystinum.
Tað eydnaðist tó hjá KÍ at fáa eitt gott útgangsstøði til seinna dystin: Málleysur javnleikur í Serbia er nakað, ið man hevði selt tað fyri áðrenn.
Stórt serbiskt trýst eftir steðgin
Radnicki hevði serliga tveir stórar møguleikar, tá umleið eitt korter var eftir, og eisini ein eftir 65 minuttir. Heimaliðið rakti tó ikki málið hjá Sebastian John, ið annars gjørdi sítt, tá hann skuldi.
KÍ-liðið tyktiskt so líðandi merkt av umstøðunum móti kviku mótstøðumonnunum, og skifti eisini tveir mans í bakketuni. Í 1. hálvleiki var í størri mun talan um eina javna dystarmynd, har Radnicki slett ikki gjørdist vandamikið.
KÍ kann avgerða alt í Klaksvík
Liðið hjá Magnusi Powell stríddi seg tó væl gjøgnum tungu løturnar, og kundi avgjørt hendan dystin móti endanum:
Innskifti Mads Boe Mikkelsen trýsti høgt og væl, Hallur Hansson fekk fatur á bóltinum og lyfti hann í brotsteignum. Innskifti vongbakkurin Daniel Johansen var komin framvið, og hann fekk sett høvdið á. Royndi serbiski málverjin bjargaði tó, og so endaði tað 0-0.
Heitir og troyttir Daniel Johansen og Páll Klettskarð á grasinum í Kragujevac (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Aftur: Eitt úrslit sum KÍ á pappírinum avgjørt kann brúka undan dystinum í Klaksvík um eina viku.
Eitt sterkt arbeiðsavrik í Serbia og aftur stig til føroyskan fótbólt: KÍ hevur framvegis ikki tapt í Evropa í summar.
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
Radnicki 1923 - KÍ 0-0
Seinni dysturin verður spældur við Djúpumýru hóskvøldið 31. juli.
KÍ 5-4-1(3-4-3): Sebastian John, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic (65' Gilli Sørensen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen (72' Daniel Johansen) - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen (88' Filip Brattbakk) - Páll Andrasson Klettskarð (87' Mads Boe Mikkelsen)
Hagtølini: Leiklig yvirvág til heimaliðið men lutfalsliga fá skot á KÍ-málið (Skíggjamynd: KÍ Varpið)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Føroyameistararnir taka ímóti Zalgiris ella Linfield í 3. umfari Conference League 7. august
Tá man rýkur út úr 1. umfari í Champions League, fær man ein eyka møguleika í Conference League.
Víkingur var annað av liðnum úr Champions League, sum trekti fríumfar í 2. umfari í Conference League. Tí spældu føroyameistararnir ikki evropeiskt í hesari vikuni ella í næstu viku.
Víkingur kemur inn í Conference League í 3. umfari, og mánadagin var lutakastið til Champions Path í hesari kappingini.
Har gjørdist greitt, at Víkingur tekur ímóti Zalgiris ella Linfield í 3. umfari Conference League 7. august á Tórsvølli.
Vikuna eftir skulu víkingarnir av landinum - til høvuðsstaðin í Litava ella til høvuðsstaðin í Norðurírland.
Hetta veldst um, hvør vinnur uppgerðina millum Zalgiris Vilnius og Linfield úr Belfast. Fyrri dystur, sum varð spældur í Vilnius hósdagin, endaði málleysur. Liðini spæla aftur í Belfast 31. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2025
Havnarmaðurin er aftur í Lyngby - hesaferð sum "Head of Coaching" sum eitt av hægstu størvunum í einum av fremstu akademium í Danmark
Fyrr í juli boðaði Lyndby Boldklub frá, at Dan Brimsvík er aftur í felagnum. 38-ára gamli havnarmaðurin var í seks ár - frá 2015 til 2020 - ungdómsvenjari í sælendska felagnum, sum er kent fyri at menna nógvar góðar spælarar.
Nú er Dan "Head of Coaching" í Lyngby BK. Men hvat merkir hetta? Portalurin hevur spurt føroyska venjaran:
- Heilt yvirskipað so er tað ein leiðslupostur har eg stýri akademi'inum saman við tí sum kallast 'akadamileder' og vit vísa so til ítróttarstjóran í felagnum.
Akademileiðarin hevur við øll tey praktisku viðurskiftini at gera, so sum sáttmálar, rekruttering, meðan "Head of Coaching" hevur fótbóltspartin undir hond, greiðir Dan Brimsvík frá.
- Í stuttum so havi eg ábyrgdina av venjarum og metodik í felagnum. Eg tryggi mær, at allir venjarar fylgja metodikki og spælistílinum hjá felagnum. Í løtuni broyta vit eitt sindur spælistíl og teirri broytingini - frá besta liðnum og niður á akademi - standi eg fyri at implementera. Eg eri við til fyrireikingar hjá elstu liðunum og tryggi mær, at sovenvndu Meso, Makro og Mikro planir eru gjørdar, at venjarar fylgja upp uppá allar leikarar við menningarsamrøðum og so geri eg menningarætlanir fyri venjararnar.
Harvið er hetta ein øðrvísi uppgáva enn at vera ein høvuðsvenjari. Men tað er eitt fulltíðarstarv, har ein skal kenna uppgávurnar hjá øðrum og vera við at seta linjuna í felagnum.
Lyngby hevur eitt stórt akademi, og mennir bæði lutfalsliga nógvar spælarar til besta liðið og selur aðrar uttanlands.
Dan Brimsvík skal vera við at menna venjarar og eisini góðskutryggja allar vernjingar hjá elstu liðunum: U15, U17 og U19.
Føroyingurin er farin í gongd aftur í Lyngby. Hann fór úr felagnum á vetri 2020, tá barndómsfelagið B36 setti hann sum høvuðsvenjara fyri besta mansliðið. Dan førdi B36 til steypakappingina í 2021, kom víðari í Evropa tvær ferðir í bæði 2022 og 2023, men í landskappingini var gongdin ikki altíð so góð, og í mai 2024 skiltust partarnar.
Dan Brimsvík var venjari í 07 Vestur í beint undir ellivu mánaðir. Tíðliga í summar fekk hann bjóðað starvið í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Trý gul kort vórðu givin - og trý mál kolldømd fyri rangstøðu í 1-0 dystinum. Dan Højgaard og Jógvan Breckmann vóru hjálpardómarar, og Heini Ziskason Viðoy 4. dómari
Fyri aðru ferð í ár hevði føroysk dómarakvartett uppgávu í Conference League.
Fyri tveimum vikum síðani var Heini Ziskason Viðoy maðurin í miðjuni í Norðurírlandi í dysti í 1. umfari. Tá vóru Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus hjálpardómarar, meðan Alex Troleis var 4. dómari.
Heini og Dan vóru í Tallin hósdagin, tá Levadia tók ímóti Saburtalo Tbilisi úr Georgia. Dan Højgaard var hjálpardómari øðrumegin, meðan Jógvan Breckmann var hinumegin.
Hesaferð var Heini Viðoy 4. dómari, og Jóhan Hendrik Ellefsen dømdi sjálvan dystin. Tað eru hesir báðir, ið eru føroysku FIFA-dómararnir.
Jóhan Hendrik hevur verið altjóða dómari í tvey og eitt hálvt ár. Hóskvøldið í Estlandi vísti hann gula kortið tríggjar ferðir.
Jóhan Hendrik Ellefsen (Mynd: Sverri Egholm)
Í tætta dystinum kolldømdu føroysku hjálpardómararnir trý mál. Einki VAR er í 2. umfari í Conference League, so talan er um stórar avgerðir.
Tað er enn ikki endaliga vist, nær næsta evropeiska uppgávan hjá føroyskum dómarum verður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Ein av HM-bronsuvinnarunum hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við Coburg í 2. Bundesliguni. 20-ára gamli Óla Jákup Gaard Olsen er vestmenningur, sum kann spæla á høgra vongi ella bakki
Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, og nú er tað alment: Óla Jákup Gaard Olsen skiftir úr VÍF til týskan hondbólt.
HSC 2000 Coburg kunngjørdi í vikuni, at 20-ára gamli føroyingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við felagið.
Mynd: HSC 2000 Coburg - avtalan er galdandi til og við kappingarárið 2027/2028
Annar føroyingurin - og vestmenningurin - í næstbestu týsku deildini
Coburg spælir í 2. Bundesliguni. Felagið endaði á 6. plássi í fjø.
Áki Egilsnes, ið nú er komin aftur til Føroya og VÍF, hevur eisini spælt í deildini. Høgri bakkurin umboðaði EHV Aue í 2021/2022.
Áki Egilsnes í landsdysti í 2019. Hann royndi seg í Íslandi, Danmark - og Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Frá U21 HM til ævintýr uttanlands
Óla Jákup er, eins og Áki, lámur. Hann hevur spælt nógv sum bakkur sum ungur, men hevur spælt nógv á vonginum seinastu árini eisini.
Vestmenningurin hevur seinastu árini spælt við besta liðnum hjá barndómsfelagnum, VÍF. Nú tekur hann fetið út í heim at royna hondbóltsleiðina.
Hetta ger Óla Jákup Gaard Olsen eftir eitt væleydnað HM-endaspæl í Polandi, har Føroyar endaðu nummar trý, og Óla Jákup hevði fleiri góðar løtur á serliga vonginum - millum annað í fyrsta dystinum móti Norðurmakedonia og hann gjørdist toppskjútti og dagsins maður í dystinum móti Danmark.
Óla Jákup millum Eyðbjørn Heina Danielsen og Róa Seyer Hjaltason - allir við HM-bronsu um hálsin eftir sigruin á Svøríki í síðsta mánaða (Mynd: Sverri Egholm)
Enn ein føroyingur í Týsklandi
Týskur felagshondbóltur á manssíðuni er fremst í heiminum. Føroyar hava nú tríggjar spælarar í Bundesliguni - Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen.
Nú er so aftur ein í næstbestu deildini, og er hetta gott fyri føroyskan hondbólt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Menninir hjá StÍF skulu spæla móti serbiska stórfelagnum Vojvodina í oktober. Sum skilst verða báðir dystirnir spældir í Serbia
- StÍF skal spæla Evropa Cup.
Hetta hevur felagið á Strondum staðfest á sínum Facebook-vanga. Manslið felagsins royndi hetta um aldarskiftið, og nú verður fetið tikið aftur.
- Mansliðið hevur ment seg nógv tey seinastu árini, og tí meina vit, at tað er sjálvsagt at taka tað næsta stigið og royna okkum í tí evropeiska hondbóltinum.
Á liðnum eru millum annað Trúgvi Hávardsson og Sofus í Selvindi Nattestad, sum fyri stuttum hava verið við at vunnið HM-bronsu við U21. Ein annar ungur og evnaríkur spælari, Pauli Rasmussen, hevur roynt at spælt U-endaspæl, og skal í august spæla U19 HM.
StÍF var í FM-hálvfinalunum í fjør og var nær við at koppa Kyndli, sum stutt seinni gjørdist meistari. Brotskastskapping skuldi til í triðju hálvfinaluni á Hálsi.
Búi Poulsen, ið er strandingur sum spælir í Danmark, saman við Trúgva Hávardssyni sum er lyklaspælari hjá StÍF. Hetta er eftir føroyska fjórðingsfinalusigurin á Slovenia í U21 HM, har teir endaðu við bronsuni (Mynd: Sverri Egholm)
Stór uppgáva bíðar í Serbia
StÍF kemur, eins og menninir hjá H71, inn í 2. umfari í European Cup. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin og tann, sum føroysk lið vanliga eru við í.
Lutakast hevur verið, og StÍF skal spæla ímóti HC Vojvodina úr Serbia.
Hetta er eitt av sterkastu liðunum úr Balkan-landinum, og ein spennandi uppgáva hjá StÍF. Mladen Mjerimacka, málverji og málverjumennari, sum hevur verið leingi í Føroyum, eru uppvaksin her.
Talan er um næststørsta bý í Serbia, og har skal StÍF spæla miðskeiðis í oktober. Í umførunum tíðliga í kappingini plaga liðini ofta at avráða at spæla báðar dystirnar í einum staði eitt vikuskifti. Sum skilst er endalig avgerð tikin um, at báðir dystirnir verða spældir í Vojvodina.
H71 aftur við
Eitt annað felag umboðar Føroyar í Evropa í ár. Tað er H71. Menninir hjá H71, sum eru steypavinnarar, skulu spæla móti RK Konjuh úr Bosnia.
Kvinnurnar úr Hoyvík eru vanliga eisini við í European Cup, og í 2021/2022 komu tær til fjórðingsfinalurnar. H71-kvinnur, sum eru føroyameistarar, skulu spæla ímóti Cabooter Fortes Venlo úr Niðurlondum.
Royndir verða nú gjørdar at fáa dystirnar spældar í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2025
Afturat sær hevur hann Teit Magnusson sum hjálparvenjara og Eirik Magnussen sum liðleiðara
Nicholas Satchwell heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Neistakvinnunum næstu tvey árini. Afturat honum eru Teitur Magnusson, hjálparvenjari, og Eirikur Magnussen, liðleiðari.
Landsliðsmálmaðurin, Nicholas Satchwell, bleiv venjari hjá neistakvinnunum í fjør, tá hann fekk ein skaða og ikki kundi spæla sjálvur.
Hann tók á seg at venja kvinnurnar hjá Neistanum, sum hann sjálvur hevur verið knýttur at, tá hann hevur spælt í Føroyum.
Kappingarárið í fjør gekk væl hjá neistakvinnum. Tað eydnaðist teimum atvinna heiðursmerki í bæði landskappingini og steypakappingini, ávikavist bronsu og silvur. Harafturat hevur ein stór og støðug tilgongd verið av kvinnum og gentum til Neistan síðani Nicholas tók við sum venjari, sigur Neistin.
- Teitur Magnusson heldur fram sum hjálparvenjari. Hann er neistamaður um ein háls, og hevur spælt við besta liðnum, verið venjari umframt tikið tørn í nevndararbeiðnum hjá felagnum.
- Eirikur Magnussen er ein institutión hjá Neistanum. Altíð fryntligi bakarin fer undir sítt 25. ár sum liðleiðari hjá felagnum. Flestu árini hevur Eirikur verið liðleiðari hjá kvinnunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Og koyra til í seinasta lagi 2. og 9. mai 2026 - alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um. Steypafinaluvikuskifti verður 20./22. februar
Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.
Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2025 møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 7. september í Høllini á Hálsi.
Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 2. og 9. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.
Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktober við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.
Steypafinaluvikuskiftið 2026 liggur 20. – 22. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Føroyar endaðu EM-endaspælið við at tapa 31-23 móti Slovenia
U19 EM-endaspælið fyri kvinnur er av, og Føroyar endaðu nummar 20 av 24 liðum. Føroyar runnu aftaná tað mesta av dystinum móti Slovenia sunnudagin og taptu 31-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-13 til Slovenia.
Føroysku kvinnurnar skuldu brúka fyrstu 5 minuttirnar at vakna, og komu afturum 0-4. Tað gekk striltið at fáa bukt við vælvaksnu 6-0 verjuna hjá Slovenia, men kom so líðandi glið á og okkara komu inn í dystin. Føroyar spældu 7 móti 6 ein stóran part av fyrra hálvleiki og hepnaðust betri við at koma upp á kant tær løturnar. Føroyar runnu tó aftaná allan fyrra hálvleik, og máttu stíðast meira fyri málini. Slovenia vóru frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.
Meira ferð var á føroyska spælinum í seinna hálvleiki og Føroyar komu fram um 17-16 eftir 36 minuttir. Liðið spældi væl hesa løtuna. Hetta var tó einastu ferð at okkara vóru frammanfyri í dystinum. Dysturin var tættur til 10 minuttir restaðu, tá tað veruliga skrædnaði. Føroyar skoraðu ikki seinastu 10 minuttirnar, og støðan fór frá 23-24 til úrslitið 23-31.
Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdist dagsins føroyski spælari (Mynd: MatchLens.me)
Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari hjá Føroyum. Silja var ein støðug skothóttan gjøgnum dystin, og var føroyskur toppskjútti við 8 málum.
Føroyar gjørdist við hesum nummar 20 av 24 liðum í EM-endaspælinum eftir tveir sigrar og seks tap. Hetta var samstundis seinasti altjóða skrásetti ungdómslandsdystur hjá hesum landsliðnum, tá tær ikki rukku HM-endaspælið næsta summar.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8
Rakul Borgarlíð Joensen 5
Mira Bendix Laursen 2
Joan Johannesen 1
Karin Fossabrúgv 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Christiansen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Marta Højgaard 1
Agatha Djurhuus 1
Marjun Jansdóttir 1
Málverjar:
Gylta á Neystabø 21 %
Anita Dahl 10 %
Dagin fyri spældu føroysku kvinnurnar móti Niðurlondum, sum vunnu 28-23. Les umrøðu og sí myndir frá tí dystinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2025
Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Jóhan Kass Henriksen úr Ternuni og Óli Kluftá Hvítklett úr SÍ, umboða Føroyar
Tvey lið - eitt gentulið og eitt dreingjalið - eru komin til Andorra og skulu á sandin um vikuskiftið. Kappingin er um at vinna sær rættin til at luttaka í U18 EM endakappingini í 2026.
Tað eru Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen, báðar úr Drátti, sum umboða Føroyar fyri U18 gentur og Jóhan Kass Henriksen úr Ternuni og Óli Kluftá Hvítklett úr SÍ, sum umboða Føroyar fyri U18 dreingir.
(Mynd: FBF)
Leikararnir saman við venjaranum Oleksandr Dmytriiev og liðleiðaranum Berit Vilhelmsen fóru úr Føroyum til Barselona hósdagin og koyrdu síðani haðani til Andorra.
Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV, og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.
Við tað, at føroysku U18 liðini høvdu eina væleydnaða luttøku í EM kappiningini fyri U18 lið í 2024 og endaðu omanfyri top 30 í Evropa, eru bæði føroysku liðini styrkismett sum nr. 2 av 7 liðum. Bara heimaliðið Andorra er styrkismett hægri.
Leggja fyri fyrrapartin
Føroysku dreingirnir leggja fyri fríggjadagin móti Íslandi og genturnar høvdu eisini Ísland sum fyrsta mótstøðulið
Í dag eru play-off dystir og sunnudagin verða hálvfinalur og finalur.
Luttøkan í hesi kappingini fyri U18 lið og um eina viku í Írlandi fyri U20 lið í sandflogbólti er liður í eini longri ætlan fyri sandflogbólt hjá Flogbóltsssambandi Føroya, har Oyggjaleikirnir í 2027 eru partar av hesi ætlan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2025
Føroysku kurvabóltskvinnurnar kunnu fegnast um sigur í Inter-Islands Games
Føroysku kurvabóltskvinnurnar, sum í hesum døgum luttaka í kapping á Ynys Mon í Wales, hava vunnið sín fyrsta dyst í kappingini.
Kurvabóltur var ikki við á oyggjaleikunum á Orknoyggjum, og tí er Inter-Islands Games ein góður møguleiki hjá landsliðsleikarunum at royna seg.
(Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)
Føroyar vunnu mikudagin 55-22 móti Norður-Wales eftir at vera á odda 26-16 í hálvleikinum. Maria Suma Poulsen gjørdist dagsins leikari.
Í gjár skuldu kvinnurnar spæla aftur, hesaferð móti Manoy.
Hjá kurvabóltsmonnunum hevur gingið væl. Teir vunnu allar tríggjar teir fyrstu dystirnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Compoundskjúttin Jóannes Poulsen fór beinleiðis av oyggjaleikum til Arnhem í Niðurlondum at taka lut í kappingini European Grand Prix 2025, og har vann hann sær mikudagin pláss í finaluni, sum verður í dag
Góða gongdin hjá føroyskari bogaskjóting steðgaði ikki á oyggjaleikum í Orknoyggjum. Compoundskjúttin Jóannes Poulsen úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Eysturoynni fór beina kós úr Orknoyggjum til Niðurlond at taka lut í altjóða kappingini European Grand Prix 2025 í Arnhem, og har tryggjaði hann sær mikudagin pláss í finaluni, sum verður skotin leygardagin.
23 compoundskjúttar úr øllum Evropa eru við í kappingini, og beinanvegin í innleiðandi kappingini, sum var týsdagin, vísti Jóannes sína styrki. Hann bleiv nummar fimm við 681 stigum – ella í veruleikanum nummar fýra, tí niðurlendski Stef Willems og slovakiski Jozef Bosansky býttust um fyrstaplássið. Teir fingu nevniliga báðir 688 stig, og báðir raktu eisini 14 ferðir tann innasta gula miðringin og 46 ferðir tann næstinnasta – tá javnt er í stigum, er tað annars vanliga tann, sum rakar best í miðringarnar, sum vinnur.
Fimtaplássið tryggjaði Jóannesi beinleiðis pláss í áttandapartsfinalunum. Her byrjaði hann mikudagin við at vinna tepurt 142-141 á niðurlendskalendska Rik Snelder. Í fjórðingsfinaluni ímóti týska Henning Luepkemann var Jóannes púra tryggur, hann vann fýra umfør, eitt var javnt, og samanlagt vann hann 146-141.
Spennandi hálvfinala
Hálvfinalan ímóti tjekkiska Martin Vanek var hinvegin ikki fyri veikar sálir, hvat spenningi viðvíkur.
Trý tey fyrstu umførini endaðu øll javnt við stigunum 29-29, men Jóannes var eitt vet neyvari í fjórða umfarinum, sum hann vann 29-28, og tá báðir skutu allar pílarnar í blettin í seinasta umfarinum, vann hann hálvfinaluna samanlagt 146-145.
Í finaluni er mótstøðumaðurin slovakiski Jozef Bosansky, annar av eittarunum í innleiðandi kappingini, og eftir skránni verða fyrstu pílarnir skotnir eitt sindur yvir klokkan 11 fyrrapartin føroyska tíð.
Jóannes Poulsen fær handað silvurheiðursmerki fyri annaðplássið í sonevnda 720-umfarinum á oyggjaleikum í Orknoyggjum
At hava rokkið hálvfinaluni í eini stórari altjóða kapping er eitt stórt bragd av Jóannesi Poulsen, og tað man kennast serliga gott aftan á oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, har hann, hóast góð persónlig úrslit og eitt avbera gott úrslit samanumtikið hjá føroysku bogaskjúttunum, ikki alla tíðina kendi seg hava marginalarnar við sær. Mótstøðan í Niðurlondum er sum heild væl sterkari enn á oyggjaleikum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025
Talan er um størstu opnu golfkappingina, sum Tórshavnar Golffelag skipar fyri
Leygardagin 2. august klokkan 9 verður skipað fyri golfkappingini Føroya Banki-Open 2025. Tey ið leika 9 hol byrja klokkan 11 í samráði við kappingarleiðslina
Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini verður ein liðkapping. Kappingarleiðslan setur liðini saman. Spælt verður við fullum handikappi.
Føroya Banki stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarunum eina eskju við Føroya Banka-bóltum. Eisini letur Føroya Banki teimum bestu í einstaklingakappingini vinningar – bæði teimum, ið spæla 18 hol, og teimum, ið spæla 9 hol, tó treytað av at í minsta lagi seks luttakarar tekna seg til hvørja kappingina. Hóast kappingin verður skipað sum ein stableford-kapping, verður vinningur eisini latin tí spælaranum, sum hevur brúkt fægst sløg til 18 hol. Eisini verða aðrir vinningar latnir.
Føroya Banki ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá spælt verður.
Øll, sum við einum handikappprógvi kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum í mesta lagi er 54, kunnu tekna seg til kappingina.
Tilmelding vm sæst á heimasíðuni golf.fo og á Facebook vangunum ”Tórshavnar Golffelag” og ”Golf í Føroyum”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2025
Hetta er fyrstu ferð síðan 1921, at kappríðing verður á egnum øki hjá Føroya Ríðingafelag
Síðani tíðliga farna vetur, hevur verið arbeitt av øllum alvi, úti á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Tvey byggifeløg, Grettir og HVL, bæði undir leiðslu av reiðmonnum, hava lagt alla orku í at fáa fáa nýggju ríðibreytina klára til ólavsøkukappríðingina. Hetta sær nú eisini út til at eyðnast, skrivar Føroya Ríðingafelag á heimasíðuni.
At tað verður sagt at hon verður klár, men ikki liðug, merkir at hetta er partur av størri verkætlan, ið eisini umfatar tvær smærri rundbreytir, liðugtgerð av størri verandi rundbreyt á økinum, girðingar framvið flestu breytirnar, umframt ljóðanlegg, áskoðarapláss o.a.
Tað sum verður liðugt er 400 metra breytin og avrenning til hesa, nakað av girðingum, umframt brúgv og gøtuskipanir at koma til máløkið.
Tað er áhugavert at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, ið er stovnað í 1943, at kappast verður á egnum økið.
Kappríðingar byrjaðu í Havn í 1921. Fyrstu árini var kappast á Sundsvegnum, men longu í 1928 var farið út á Velbastaðvegin. Har var so kappast líka til í 1970, tá felagið hevði bygt sær egna stásiliga breyt í haganum uppi í Marknagil. Hendan breyt varð brúkt til í fjør, tá tað gjørdist greitt, at Húsareynstunnilin ávirkaði breytina so mikið nógv, at hon ikki kundi brúkast longur.
Samráðingar við Tórshavnar Kommunu førdu til, at kommunan lat endurgjald fyri breytina í Marknagili, endurgjald sum felagið nú hevur brúkt til at byggja sær nýggja breyt í Havnardali.
Fyrsta kappríðingin á nýggju breytini, verður ólavsøkudag klokkan 15, og sjálvt um nógv skal gerast betri til næsta ár, so vónar felagið, at nógv fólk koma, at vera við nú breytin verður tikin í nýtslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2025