

Leygardagur 23. august 2025 | Nr. 34 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 35
SíÐa 12
SíÐa 28
SíÐa 40
SíÐa 46
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað er spennandi at fylgja við amerikanskum politikki í hesum tíðum, men eisini rættiliga ófrættakent.
Eftir fundin millum Trump og eitt lið av evropeiskum leiðarum í vikuni, har kríggið í Ukraina var høvuðsevni, eydnaðist tað amerikanska forsetanum at gera eitt betri inntrykk, enn nógv høvdu væntað. Og hann fekk óivað nakrar stjørnur í karakterbólkina hjá nógvum evropeiskum leiðarum og politiskum eygleiðarum fyri vilja sín at gera nakað við stóru avbjóðingina.
Tað er jú ein sannroynd, at skal samband fáast vil russiska forsetan, so má hetta gerast – sum fastlæsta støðan er nú – gjøgnum amerikanska forsetan.
Samband hevur verið teirra millum, og okkurt bendir á, at tað kanska fer at eydnast at fáa fund í lag har Putin og Zelenskyj eru til staðar í sama rúmi. Bara tað er ein sigur, um tað eydnast.
Annað er, um tað fer at eydnast. Tí. Um vilji var hjá stríðandi pørtunum at ganga við til eina vápnahvíld, so er tað løgið, at teir ikki hava slakað bara eitt lítið sindur við bumbingunum og drápunum.
Aftur til Trump og tað, sum gongur fyri seg í heimlandi hansara.
Tí har hendir nógv í løtuni, við beinleiðis ella óbeinleiðis sambandi við virkisfúsa forsetan.
Alt eftir hvønn tú spyrt. Men hjá teimum miðlunum, sum havast at forsetanum og hansara politikki, er spurningurin um sonevndu Epstein-skjølini høvuðsmálið. Og alt annað, sum forsetin ger, verður fatað sum fráleiðingaratgerð (orðabókaorðið fyri ‘afledningsmanøvre, red.) mótvegis lyftum forsetans um at leysgeva skjølini í málinum um kynsligan ágang móti børnum og ungum gentum, sum Jeffrey Epstein, sáli, og samseka unnusta hansara, Gislaine Maxwell, stóðu fyri.
Eygleiðarar undrast yvir, at Gislaine, ið varð dømd 20 ára fongsul, nú eftir boðum frá forsetanum sjálvum, er flutt úr einum kvinnufongsli í Florida til eina fangalegu nærhendis familjuni í Texas, sum verður mett at vera tað mest behagiligasta fangahúsið at sita í yvirhøvur í USA.
Og júst í Texas framdu republikanararnir í vikuni eitt átak, sum av demokratum og flestu vesturlendsku eygleiðarum verður mett at vera í stríð við alla fatan um fólkaræði. Allarhelst eftir beinleiðis boðum frá forsetanum. 'Gerrymandering’ er ikki nakað, vit kenna til á okkara leiðum. Men tað gongur út upp á at broyta mørkini fyri valdømini, til tess at ávirka úrslitið av einum komandi vali.
Republikanarar hava beinleiðis sagt, at endamálið við átakinum er at tryggja republikanska flokkinum best møguliga umboðan. Ein grundgeving, sum ljóðar heilt skeiv í okkara oyrum. Men hetta er ikki ólógligt. Tað er bara óvanligt, at slíkt verður framt í úrtíð við tí eina endamáli at ávirka komandi val.
Og nú svarar demokratiski staturin Kalifornia aftur við at ætla sær at gera júst tað sama, tí guvernørurin har, Gary Newsome, hevur bjóðað Trump av við at brúka akkurát somu knep og argumentir, sum forsetin brúkar.
Í yvir 200 ár hevur USA verið eitt fyridømi fyri nógv fólkaræði í vesturheiminum og aðrastaðni við. Landið hevur gingið á odda fyri at verja heimsins fólkaræði, og hevur eisini sent síni herfólk í kríggj í hesum ørindum, og tað eru vit nógv í Evropa, sum eru takksom fyri.
Men USA í dag er ikki tað sama, sum tað hevur verið. Upp á bert eitt hálvt ár í øðrum forsetaskeiði sínum, hevur tað eydnast forsetanum at niðurbróta myndina av USA sum leiðandi landið í demokratiska vesturheiminum.
Paralellirnar til hvussu tað eydnaðist einum ávísum eysturríkara at gera tað sama í Týsklandi fyri skjótt hundrað árum síðani, hómast rættiliga týðuliga.
Vónandi fáa republikansku veljararnir í Amerika eyguni upp fyri, at slíkt ikki eigur at sleppa at henda.
Ógvusligur eldsbruni var í sethúsum í Hornabø í Havn sunnukvøldið. Fólkini sum vóru í húsinum komu út í øllum góðum
Eldurin í húsunum í Hornabø kyknaði beint eftir klokkan hálvgun níggju sunnukvøldið.
Av løgreglustøðini varð upplýst, at trý til fimm fólk vóru í húsinum, og at øll komu út. Ein teirra fór á Landssjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran.
Húsini fingu stóran skaða.
Løgreglan heitir á fólk um at minst møguligt vera í økinum. Um ein býr har, ber sjálvandi til at sleppa inn um avsperringina.
Sí eisini: Myndir: Stóri eldurin í Hornabø
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2025
Gomul føroysk gagnplanta gjørdi útslagið, tá malaisiski kokkurin í Áarstovu fekk stóran heiður farna vikuskiftið
Matstovan Áarstova er annars ikki kend fyri at borðreiða við pitsa, og okkum vitandi er pitsan heldur ikki komin á matskránna.
Men Áarstova kann nú breggja sær við at eiga bestu gourmet pitsu í ríkinum. Hetta hendi farna vikuskiftið, tá høvuðskokkurin í Áarstovu, Roy Yeow úr Malaisia, vann danmarksmeistaraheitiðfyri bestu gourmet pitsu í 2025.
Og tað heilt serliga við hesi pitsuni er, at kokkurin hevur brúkt, umframt nýggj epli úr Føroyum, heldur sjáldsomu føroysku gagnplantuna atamjaðarurt, sum smakk á pitsuna, ið av dómarunum varð mett at verða ársins besta gourmet pitsa.
Atamjaðarurt hevur í øldir verið brúkt sum gagnplanta í Føroyum, eitt nú tá mjøður varð bryggjaður. Danska navnið á plantuni er ‘mjødurt’.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Maskinurnar til fish & chips á Sjómannadegnum royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi. Væntandi verða 8.000 portiónir borðreiddar
So eru maskinurnar til fish & chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi fish & chips í heimsklassa!
Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis fish & chips.
Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at enn einaferð er kapasiteturin útbygdur, tí onkur nýggj maskina er keypt, so vónandi kann hetta stytta munandi um bíðitíðina hjá fólki.
Eins og undanfarin ár eru tað royndir fish & chips kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin.
Nýggjur bygningur seinasta ár
JFK útbygdi seinasta ár matarbúðina munandi, soleiðis at skilja, at bygdur var ein nýggjur bygningur, sum er sergjørdur til endmálið. Hetta bøtti munandi um arbeiðsumstøðurnar.
Royndi enski kokkurin Graig Lewis er enn einaferð tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 portiónir til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2024.
Um Graig kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Newcomer Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Gavin Lewis, sum var við á Sjómannadegnum í fjør. Honum bar ikki til at koma til Klaksvíkar í ár.
Hetta er annars 9. ferðin, at Graig er á Sjómannadegnum. Í ár hevur hann tveir nýggjar mans við sær. Tað eru brøðurnir Ruben Tiago Martins Cerveira og Telmo Diogo Martins Cerveira.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.
Fiskurin er fyrstafloks toskur frá nýggja Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið.
Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
Føroya Bjór bjóðar sodavatn ella vatn afturvið.
Sjúkrahús og røktar- og eldraheim v.m. fáa eisini
Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík og nærumhvørvinum. Saman við hesum portiónum letur Amarant eina dessert.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2025
Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri um støðuna á Suðuroyarleiðini
- Landsins myndugleikar hava havt góða tíð at finna eitt hóskiligt avloysaraskip fyri Smyril, men kortini hava teir enn einaferð valt at seta inn eitt skip, sum er bæði minni og seinni enn Smyril. Hetta kann ikki góðtakast og verður staðiliga átala.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum í skrivi ger vart við støðuna á Suðuroyarleiðini, nú Smyril fer í dokk í 8-10 vikur.
Ferjan Galaxy er leigað inn sum avloysaraskip, og sambært borgarstjóranum á Tvøroyri er tað alt annað enn gott og eitt afturstig.
- Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at kunna luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi.
Galaxy og Smyril við bryggju á Krambatanga (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
At Galaxy røkir Suðuroyarleiðina hevur við sær, at túratalið er minkað úr 18 niður í 14 dupulttúrar um vikuna. Skipið tekur umleið 350 ferðafólk og 140 akfør í mun til Smyril sum hevur pláss fyri 972 ferðafólkum og fleiri enn 220 persónbilar.
- Dokking av Smyril er fyrireikað fleiri ár frammanundan, og tí eigur tað at verða sjálvsagt, at eitt skip á javnbjóðis støði við Smyril verður sett inn sum avloysari. Kortini velur landið at leiga eitt skip, sum er munandi minni og seinni – og sum als ikki nøktar tørvin. Støðan er ikki minni hugstoytt, tá tað í 2024 stóð landinum í boði at keypa sponsku ferjuna Volcán de Taburiente til Suðuroyarleiðina – eitt skip á sama støði sum Smyril – men landið valdi ikki at taka av tí møguleikanum, sigur Kristin Michelsen.
- Okur krevja, at landsins leiðsla tekur ábyrgd og tryggjar Suðuroynni eina samferðslu, sum svarar til tørvin í dag – við áheitan um, at hetta er seinastu ferð at eitt minni skip enn Smyril avloysir, tá Smyril skal í dokk. - Okur síggja longu nú áðrenn Galaxy er byrja úr at sigla - óhepnu avleiðingarnar av støðuni. Ferðaseðlar til persónbilar eru útseldur 14 dagar fram í tíð, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2025
Sum heild sá gott út umborð, skrivar Suðuroyarportalurin
Opið skip var hósdagin umborð á ferjuni Galaxy, sum frá í dag og næstu 8-10 vikurnar skal loysa Smyril av á suðuroyarleiðini.
Suðuroyarportalurin var umborð og skrivar, at sum heild sær heilt gott út umborð.
(Mynd: Suðuroyarportalurin)
(Mynd: Suðuroyarportalurin)
Fitt av fólki vitjaði umborð, og starvsfólk hjá Strandferðsluni tóku ímóti og greiddu frá.
Galaxy er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Smyril er 135 metrar langur og 22,7 metrar breiður.
Galaxy byrjaði at røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril í morgunn. Roknað verður við, at Smyril verður í dokk í átta til tíggju vikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Gistingarhúsvinnan gav tó ikki samanlagt eitt avlop í 2024
Føroysku gistingarhúsini høvdu samanlagt ein størri bruttovinning og ársúrslit í fjør.
Aftur í 2024 hevði Pf. Hotel Hafnia nógv tað besta úrslitið, sum gjørdist eitt avlop á 11 milliónir krónur.
Samanlagt gav gistingarhúsvinnan tó ikki avlop í 2024, hóast ársúrslitið betraðist 8,2 milliónir krónur.
Samlaða ársúrslitið hjá teimum sjey gistingarhúsfeløgunum vísti eitt samlað hall í 2024 upp á -434.000 krónur.
Lægsta ársúrslit hevði Pf. Gist & Vist við einum halli upp á 12,1 milliónir krónur.
Stóru feløgini í gistingarhúsvinnuni eru Pf. Gist & Vist (Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn), Pf. Hotel Hafnia (Hotel Hafnia og Hotel Brandan) og Pf. Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn). Hesi feløgini stóðu fyri 91 prosentum av samlaða bruttovinninginum hjá føroysku gistingarhús feløgunum í 2024.
Bruttovinningurin øktist og úrslitini betraðust samanlagt í 2024
Samlaða ársúrslitið hjá gistingarhúsvinnuni var eitt hall upp á 434.000 krónur. Tó er talan um eitt betrað ársúrslit samanborið við 2023 við í alt 9,3 milliónum.
Samlaði bruttovinningurin vaks í 2024 við 15,6 milliónum krónum ella 8 prosent samanborið við 2023. Tað er ein ábending um at sølan hevur verið betri í 2024 enn í 2023.
Pf. Hotel Hafnia aftur nógv besta úrslitið í 2024
Pf. Hotel Hafnia, sum eigur Hotel Hafnia og Hotel Brandan, hevði nógv besta ársúrslit í 2024. Ársúrslitið var 11 milliónir krónur, sum er 2,5 milliónir betri enn í 2023, tá ársúrslitið hjá Pf. Hotel Hafnia var 8,5 milliónir krónur.
Spf. Hotel Djurhuus hevði næstbesta ársúrslitið upp á 1,3 milliónir krónur. Á triðja plássið var Spf. 01.02.2017 (Havgrím Seaside Hotel) við 1,1 milliónum krónum í avlopi.
Í niðasta endanum hevði Pf. Gist & Vist eitt hall upp á 12,1 milliónir krónur í 2024. Í 2023 vísti botnlinjan hjá Gist & Vist eitt hall upp á 12,7 milliónir.
Næstlægsta ársúrslitið hevði Pf. Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn), sum hevði eitt hall á 2,6 milliónir krónur.
Fíggjarstøðan hjá gistingarhúsfeløgunum í 2024
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á gistingarhús felgøgum, sum eru við í hesi kanningini. Tey trý størstu feløgini, sum í 2023 høvdu 91 prosent av samlaða bruttovinninginum, hava eisini nógv ta størstu fíggjarstøðuna.
Viðmerkjast skal, at nøkur av feløgunum, sum td. Pf. Hotel Atlantic, Spf. Hotel Djurhuus og 62N Hotel leiga hotelbygningin frá øðrum feløgum. Tí mugu vit taka fyrivarni fyri hesum, tá vit vísa fíggjarstøðuna hjá gistingarhús feløgunum niðanfyri.
Størstu fíggjarstøðuna í 2024 hevði Pf. Gist & Vist, við 314,4 milliónum krónum.
Pf. Gist & Vist hevði eina langfreistaða skuld á 223 milliónir og ein eginpening á 48,5 milliónir.
Trygdarevnið hjá Pf. Gist & Vist var 15,4 prosent og likvitetsgradin var 82,3 prosent, sum er undir vanliga minstamarkið á 100 prosent. Tó skal viðmerkjast, at felagið hevur tøkan pening á 20,6 milliónir krónur.
Pf. Hotel Hafnia hevði í 2024 ein eginpening á 75,6 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevni á 25 prosent.
Langfreistaða skuldin var 193,1 milliónir krónur.
Gjaldføri hjá Pf. Hotel Hafnia var sera gott í 2024. Likvitetsgradin var 196,8 prosent og tøki peningurin við árskiftið var 36,8 milliónir krónur
Metingar um 2025
Nú 2025 er hálvrunnið skulu vit varisliga gera metingar um 2025 árið. Tað er sjálvsagt altið torført at meta um framtíðarútlitini hjá eini vinnu sum gistingarhúsvinnuni og skulu vit taka fyrivarni fyri hesum.
Sambært hagtølum, sum eru almannakunngjørd frá Hagstovuni er staðfest, at gistingarnar fyrstu fimm mánaðirnar í 2025 hava verið hægri enn í 2024.
Sambært tølunum hava gistingarnar fyrstu fimm mánaðirnar í 2024 verið 6.373 fleiri enn sama tíðarskeið í 2023. Hetta er ein vøkstur upp á 8,7 prosent.
Hetta er sjálvsagt jaligt og kann geva eina ábending um at ein ávísur vøkstur verður í gistingunum í 2025. Men sjálvsagt eru nógv viðurskifti, sum kunnu ávirka vøkstur ella minking í gistingunum.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2025
Oljunýtslan hjá Landssjúkrahúsinum lækkar við umleið 78 prosentum. Hitanýtslan hjá Landssjúkrahúsinum svarar til nýtsluna hjá umleið 350 sethúsum
Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitanetið tíðliga í 2026, og tað hevur við sær, at oljunýtslan hjá Landssjúkrahúsinum lækkar umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.
Umboð fyri Landssjúkrahúsið og Fjarhitafelagið hava undirskrivað íbindingarsáttmála, og sostatt kann arbeiðið fara í gongd at binda Landssjúkrahúsið í fjarhitanetið. Fjarhitin skal hita 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum, sum fevna um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, er sera glaður fyri avtaluna, sum er eitt stórt stig á grønu leiðini hjá Landssjúkrahúsinum.
- Avtalan við Pf. Fjarhitafelagið er enn eitt stig á leiðin hjá Landssjúkrahúsinum at gerast grønari og at brúka burðardyggar orkuloysnir. Sum eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum eiga vit at gera okkara til, at landið gerst meira burðardygt, staðfestir Steinar Eirikstoft.
Fjarhitaleiðingin verður løgd víðari frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, sum herfyri var knýtt í fjarhitaskipanina, og oman til Landssjúkrahúsið. Talan er um eitt strekki á 600 metrar, har rørúttøk verða bygd inn í høvuðsleiðingina, so tað eisini verður møguligt hjá grannaløgum har á leiðini at knýta í fjarhitanetið.
- Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. Hetta er í samsvari við málið hjá okkum at fáa stórar orkutungar bygningar inn í fjarhitaskipanina, umframt at vit geva grannaløgum í umráðnum møguleikan at binda í høvuðsleiðingina, um nóg stórur áhugi er fyri tí, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.
Heilsumálaráðið fegnast
Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, er eisini fegin um avtaluna millum Landssjúkrahúsið og Fjarhitafelagið.
- Tað hevur stóran týdning, at vit sum samfelag raðfesta burðardyggar loysnir. Við hesi avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting, sum passar væl til eitt sjúkrahús við høgum krøvum til tryggleika og álítandi rakstur, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.
Hon vísir á, at avgerðin hjá Landssjúkrahúsinum at nýta fjarhita stuðlar upp undir málið um einar grønari og burðardyggari Føroyar. Harumframt er hetta ein liður í at betra um orkuskipanina í almennum byggingum, sum skulu ganga undan við góðum dømum.
- Eg fegnist um samstarvið millum Fjarhitafelagið og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir, sigur Súsanna Bertholdsen.
Gott fyri allar partar
Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, er vís í, at hetta stigið at binda Landssjúkrahúsið í fjarhitanetið er ein búskaparliga skilagóð loysn fyri bæði Landssjúkrahúsið, fjarhitanetið, høvuðsstaðin og landið.
- Fjarhitin skal vera ein trygg og kappingarfør grøn loysn bæði fyri vinnulívið, arbeiðsplássini og húsarhaldini. Vit skulu halda fast í einari góðari ringrás. Tess fleiri brúkarar verða knýttir í fjarhitanetið, tess bíligari verður fjarhitin, og tess grønari verður høvuðsstaðurin, staðfestur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, sigur, at Landssjúkrahúsið er ein týðandi fjarhitabrúkari, tí hitanýtslan hjá Landssjúkrahúsinum svarar til nýtsluna hjá umleið 350 sethúsum.
- Hetta er sum at fáa 350 vanligar brúkarar inn í skipanina samstundis. Vit vænta, at íløgan í henda partin av fjarhitaskipanini hevur vunnið seg innaftur eftir fáum árum, sigur Hans Christian Dam.
Í útbyggingarætlanini hjá Fjarhitafelagnum er eisini nevndur møguleikin at byggja eina sjóhitapumpu inn í fjarhitaskipanina, í framhaldi av at Landssjúkrahúsið er knýtt upp í fjarhitanetið. Henda pumpan kann rekast við avlopsorku frá vindmyllum, men í hesum máli er eingin endalig avgerð tikin enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Hetta staðfesti Eystari Landsrætur týsdagin. 32-ára gamli maðurin úr Filipsoyggjunum skal úr Føroyum, tá fongsulsrevsingin í Mjørkadali er av um tríggjar mánaðir
- Dómurin vísir, at um tú ert útlendingur, býrt í Føroyum og fremur grovan harðskap, so er vandi fyri at tú verður útvístur - sjálvt um tú hevur verið í Føroyum í yvir trý ár.
Hetta sigur Katrin Thorsvig Hansen við Kringvarpið.
Høvuðsákærin er væl nøgd við dómin hjá Eystara landsrætti. Hann staðfesti, at nú 32-ára gamli maðurin, sum 21. november í fjør leyp á ein annan í Skálafirði, skal sita inni í eitt heilt ár fyri síðani at verða vístur av landinum.
Dømdi maðurin er úr Filipsoyggjunum og hevur nú, meðan hann situr inni, verið í Føroyum í fýra ár.
Hann varð dømdur í Føroya Rætti fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og fyri ólógliga inntreinging.
Dømdi persónurin hevði millum annað ein dolk við og fór eftir øllum at døma málrættað inn í eitt hús.
Morðroynd varð ikki á borðinum, men maðurin kærdi tó dómin til Eystara Landsrætt.
Eftir gjøgnumgongd týsdagin, har tað sambært Frihedsbrevet í stóran mun kom tað sama fram í Føroya Rætti, var niðurstøðan tann sama: Maðurin skal sita í Mjørkadali í eitt ár - tað vil siga umleið tríggjar mánaðir afturat - áðrenn hann verður sendur av landinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Seglbáturin av merkinum Jouet var tikin í sambandi við stórt rúsevnamál í fjør
Løgreglan selur nú seglbát, sum varð tikin í sambandi við stórt rúsevnamál í fjør.
Tað var síðst í august í fjør, at fimm fólk løgdu at úti á Bakka í Havn og vóru handtikin. Løgreglan var væl mannað.
Báturin var skrásettur í Kolding.
Í sølulýsingini, sum løgreglan hevur lagt út á Facebook, stendur at báturin er óruddiligur og verður seldur í tí standi, sum hann liggur.
(Mynd: Føroya Politi)
Longdin á bátinum er 37 føtur og seglbáturin, sum er av merkinum Jouet er frá 1979.
Minsta boðið er 100.000 krónur.
Tað er ikki møguligt at royndarsiglabátin og tað er heldur ikki gjørligt at fáa at vita, hvat onnur hava bjóðað uppá hann, sigur løgreglan.
Báturin liggur í Álakeri, brúgv 4, pláss nummar 40. Freistin at koma við einum boði er týsdagin klokkan 9.
Les eisini: Fýra fólk dømd í stóra rúsevnamálinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Enn eitt áhugavert skordýr er skrásett í Føroyum. Talan er um eina klukku, ið ikki er sædd í Evropa fyrr
Enn eitt áhugavert skordýr er skrásett í Føroyum. Trantklukkan Sthereus ptinoides (E.F.Germar, 1823) er tó ikki einans skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum, men hetta er eisini fyrstu ferð hon er skrásett í Evropa!
Tjóðsavnið skrivar, at skordýrafrøðingurin, Agnes Kreiling, kom fram á tvær klukkur, sum hon ikki kendist við, í skordýrasavninum hjá Tjóðsavninum. Saman við starvsfeløgum eyðmerkti hon tær og fann eina triðju úr Føroyum í skordýrasavninum hjá Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Heldur ikki henda var eyðmerkt áður.
Tað var als ikki væntandi, at klukkan Sthereus ptinoides skuldi finnast í Føroyum, tí hon livir í høvuðsheitum á landi kring Beringshavið, sum er ímillum landnorðings Asia og útsýnnings Amerika, eitt nú á Aleutoyggjunum, Kamtjatkahálvoynni og Sakhalin.
Tó hetta slagið livir í rekaviði og hóast leiðin eystast úr Siberia er long, so mugu hesar tríggjar trantklukkurnar vera komnar rekandi haðani.
Sthereus ptinoidies hevur fingið føroyska navnið rekatrantur.
Vísindalig grein um rekatrantin sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Samlað útfluttu Føroyar fyri 12,8 milliardir krónur í tíðarskeiðinum frá juli 2024 til juni 2025
Samlað útfluttu Føroyar fyri 12,8 milliardir krónur í tíðarskeiðinum frá juli 2024 til juni 2025. Tað er 269,4 milliónir krónur meira enn undanfarna skeið. Hetta vísa nýggjastu útflutningshagtølini frá Hagstovuni.
Í tíðarskeiðinum er fiskavøruútflutningurin vaksin 84 milliónir krónur, ella 0,7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningurin av fóðri, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum er samanlagt minkaður við meira enn 1,2 milliardum krónum. Hinvegin vísa innflutningstølini, at vørubólkurin kallaður djóra- og plantuoljur hækkaði við 137,5 milliónum ella næstan 73 prosentum hetta sama tíðarskeiðið.
Tað verður ikki beinleiðis upplýst, men helst er tað smoltstøðirnar, sum eru avtakarar av hesi vøru.
Útflutningurin av laksi vaks 71,7 milliónir krónur hetta seinasta árið. Virðið vaks 1,2 prosent, meðan nøgdin vaks 22 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 678,4 milliónir krónur, ella 66,4 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 7,3 prosent, skrivar Hagstovan.
Prísurin á laksi hevur verið høgur seinastu árini. Árini 2022 til 2024 hevur árligi miðalprísurin ligið um 68 krónur kilo. Hægstur var hann í mai 2022 tá útflutningsvirðið á einum kilo av feskum heilum laksi var 91,80 krónur.
Tó hevur prísurin verið sera sveiggjandi hesi árini, og hevur munurin millum hægsta og lægsta prís verið meira enn 30 krónur kilo. Seinastu mánaðirnar hevur prísurin ligið undir 50 krónur kilo.
Størsti vøksturin er í útflutningi til "Asia annars" – fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður 24 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin 515 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Hetta er fyri tað mesta USA.
Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika vaksin nógv. Meginparturin av útflutninginum til Amerika er til USA. Útflutningurin til USA er vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, og liggur nú á sama støði sum undan korona.
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, er minkaður hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at tað er politiska støðan í USA, sum ávirkar, skrivar Hagstovan
Føroyar innfluttu fyri 10,5 milliardir krónur í tíðarskeiðinum frá juli 2024 til juni 2025. Tað eru 532,4 milliónir krónur, ella 4,8 prosent, minni enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.
Hagstovan hevur júst uppgjørt innflutningin fyri juni, og við at sammeta seinasta 12 mánaða tíðarskeið við sama tíðarskeið frammanundan sæst, at innflutningurin er minkaður 532 milliónir krónur.
Størsti parturin av hesi minking stavar frá minni innflutningi av skipum. Eisini er minni innflutt av makreli. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 146 milliónir krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 505,8 milliónum krónum ella góð 17 prosent. Skipini eiga 382 milliónir krónur og akførini 63 milliónir krónur av hesi minking.
Hagtølini, sum síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni vísa, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eisini eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA.
Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum sæst, at vit hava innflutt 104 túsund tons, ella sløk 30 prosent, meira av "Tøðum og miniralum". Hetta er fyri tað mesta sandur og skervur til betong, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Í góðum fjórða hvørjum húski býr eitt fólk
Fyrsta juli vóru 19.718 húski í Føroyum. Tað er 111 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 448 fólkum.
Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Í góðum fjórða hvørjum húski - 27 prosent - býr eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 4.882 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.
Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 33 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Hetta í samband við at tey vóru boðin við til hátíðarhaldið fyri 40-ára stovningardagin hjá Útnorðurráðnum. Ársfundur er í Ilulissat - Løgtingið verður vertur næsta ár
Forfólkini í teimum trimum tingunum í útnorði hittust mánadagin í Ilulissat. Hetta í samband við at tey vóru boðin við til hátíðarhaldið fyri 40-ára stovningardagin hjá Útnorðurráðnum.
Talan er um Kim Kielsen, formaður Inatsisartut, Tórunn Sveinbjarnardóttir, forkvinna Alþingsins og Bjørt Samuelsen, forkvinna Løgtingsins. Tey sóust í gjár við serstakari bakgrund í Grønlandi.
Løgtingið skrivar, at tey trý forfólkini nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði.
Í samband við 41. ársfundin hjá Útnorðurráðnum hava tey trý havt hvør sína røðu um javnstøðuviðurskifti í samfeløgunum í útnorði, sum var fyrsta kjakevni á fundinum.
- Tingforfólkini eru samd um, at halda fram við at menna góða samstarvið millum parlamentini í teimum trimum londunum. Í hesum sambandi er avtalað, at tingforfólkini taka upp aftur siðvenjuna at hittast til ein árligan fund at umrøða felags viðurskifti og áhugamál.
Londini skiftast um at vera vertur fyri fundunum. Fyrsta fundin í komandi ári verður Løgtingið vertur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Tjørnin í Gundadali, sum hvarv fyri umleið 40 árum síðani, er endurskapt
Eina ferð var tjørnin við Tinghúsvegin í Gundadali eitt væl umtókt spælipláss hjá havnarbørnum, og tey, sum hava aldur til tess, minnast aftur á nógvar stuttligar løtur við tjørnina, bæði góðar summardagar og um veturin, tá hon frysti og ísur legðist á hana.
Fyri góðum 40 árum síðan varð gjørt av at tippa tjørnina, og harvið hvarv hesin lítli bletturin, sum hevði verið savningarstað hjá so nógvum børnum í Havn.
Men nú er tjørnin í Gundadali komin afturíaftur.
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu letur hvørt ár stuðul til eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna, og í fjør var umhvørvisevnið vatn.
Tað fekk systkinabørnini Árna Helmsdal og Høgna Jensen til at søkja kommununa um stuðul til at endurskapa tjørnina við Tinghúsvegin, sum teir báðir, eins og so nógv onnur børn, høvdu havt stóra fragd av í barnaárunum. Og av teimum tilsamans 250.000 krónunum, sum kommunan hevði sett av til stuðul til umhvørvisátøk, vórðu 230.000 krónur játtaðar til verkætlanina við tjørnini við Tinghúsvegin.
Nú er tjørnin komin aftur. Hon er ikki so stór sum í upprunalíki – góðar tveir triðingar av upprunaligu støddini og eitt sindur grynri eisini – men eystursíðan er tann sama sum gamla tjørnin, sum nú aftur prýðir umhvørvið við Læknamiðstøðina ovast uppi á Tinghúsvegnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Endamálið við verkætlanini, sum er skotin í gongd á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, er at kanna, hvussu colorectal cancer, eisini nevnt tjúkktarms ella endatarmskrabbi, hevur ment seg í Føroyum seinastu árini
Ein nýggj verkætlan er nú skotin í gongd á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at kanna, hvussu colorectal cancer, eisini nevnt tjúkktarms ella endatarmskrabbi, hevur ment seg í Føroyum seinastu árini.
Tað er Maria W. Dalsgaard, introlækni í maga- og tarmkirurgi, ið leiðir verkætlanina. Verkætlanin leggur dent á at kanna sjúkumynstur hjá føroyskum sjúklingum, umframt at fáa betri innlit í, hvussu sjúkan verður uppdagað, viðgjørd og hvussu gongdin er hjá teimum, ið verða rakt.
Talan er um eitt breitt og tvørfakligt samstarv, har starvsfólk frá Skurðdeplinum, Medisinska deplinum, Heilsugranskingareindini, Fróðskaparsetrinum og Center for Surgical Science (CSS) á Sjællands Universitetshospitali í Køge taka lut. Samstarvið gevur verkætlanini dýpd og kann skapa grundarlag fyri betri heilsutænastum í framtíðini.
Vónir eru um at víðka samstarvið til granskarar í eitt nú Svøríki og Norra, soleiðis at samanbering kann gerast av, hvussu henda álvarsama sjúkan rakar og verður viðgjørd í Norðanlondum. Slík samanbering kann vera ein lykil til at skilja munin á sjúkumynstrum, umframt til at betra um viðgerðartilboð og úrslit fyri sjúklingar í Føroyum.
Nýggja verkætlanin er eitt greitt dømi um, hvussu gransking kann gera mun fyri vanliga føroyingin í framtíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2025
207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun
Mánadagin var stóri innleiðsludagurin á Fróðskaparsetri Føroya, og 262 nýggj lesandi fara nú undir sínar hægri útbúgvingar.
207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun.
Sum siður er, vóru røður og livandi tónleikur á skránni, umframt ein rúgva av praktiskum upplýsingum og góðum ráðum, nú nýggi árgangurin skal sjósetast so trygt og væl sum gjørligt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Talan er um 24 dreingir og 24 gentur. Heystskeiðið er fullteknað, og skulu tey ungu, umframt at royna nógv í Suðuroynni, eisini ein túr til Spania
Mánadagin 18. august byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Suðurrás skrivar, at 48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum. Talan er um 24 dreingir og 24 gentur.
Heystskeiðið er í 15 vikur. Umframt ymiskar upplivingar í Vági og har umkring, fevnir tað eisini um eina spennandi viku í Spania.
Staðfest verður, at áhugin fyri Ítróttaháskúlanum er stórur. Tað er eisini fullteknað til næsta skeið
- Heystskeiðið er sum nevnt fullteknað, og tað standa umleið 100 á bíðilista til hetta skeiðið, so í veruleikanum kundi skúlin verði tvífalda stødd. Várskeiðið 2026 er eisini fullteknað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarskeiðið - tað vístu kanningarnar hjá Jákup Sverra í juni
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár. bæði á landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarskeiðið.
Tað vísti yngul- og ætikanningin við Jákup Sverra í juni 2025.
Miðalhitin í sjónum á landgrunninum lá millum 9,6 og 9,9 °C. Hetta er heitari enn seinastu árini. Eftir at saltinnihaldið í eitt tíðarskeið hevur verið rættiliga lágt, er tað nú hækkað aftur.
Sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi styrki á Subpolara Meldrinum í Irmingarhavinum, sum ger, at summi tíðarskeið fáa vit meira av feskari sjógvi vestanífrá, og onnur tíðarskeið meira av saltari sjógvi úr útsynningi.
Samlaði gróðurin á Landgrunninum, frá á vári og til síðst í juni, er nakað yvir miðal. Aðrar kanningar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin hevur verið rættiliga ójavnur hetta tíðarskeiðið. Hann byrjaði rættiliga tíðliga í vár, minkaði síðan aftur í mai, men vaks so nógv í fyrru helvt av juni. Í seinnu helvt av juni minkaði hann aftur heilt nógv. Samlaði gróðurin er sostatt eitt úrslit av sera ójøvnum gróðri í vár og í summar.
Havstovan hevur fleiri ferðir víst á, at tað er eitt greitt jaligt samband millum nøgd av gróðri og tilgongd til toskastovnin. Nøgdin av yngli í ár er tískil heldur minni enn væntað í mun til nøgd av gróðri. Møguliga hava vánaligu umstøðurnar í mai havt munandi neiliga ávirkan á yngulvísitalið í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Hetta er síðsta av fýra skipum, sum Pf. Thor hevur flutt úr Bahamas í Føroysku Altjóða Skipaskránna
Nú er eisini Thor Freyja hjá Thor í Hósvík skrásett í FAS, boðar Sjóvinnustýrið frá.
Hetta er síðsta av fýra skipum, sum Pf. Thor hevur flutt úr Bahamas í Føroysku Altjóða Skipaskránna, FAS. Hini eru Thor Magni, Thor Frigg og Thor Modi.
Øll skipini eru bygd í 2015 í Turkalandi og virka sum supply-skip í offshore-vinnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at tilnevna vágbingar, sum hava gjørt eitthvørt fyri Vág, og avgjørt var at heiðra Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen fyri teirra lívslanga íkast í Vágs Bóltfelag, og Páll Leo fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju
Farna vikuskiftið var Ljósfest á skránni í Vági, og í hesum sambandi vórðu tríggir vágbingar heiðraðir.
Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at tilnevna vágbingar, sum hava gjørt eitthvørt fyri Vág, og tá freistin at tilnevna var farin, vóru nógv góð uppskot komin inn, skrivar Vágs kommuna.
Avgjørt var at heiðra Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen fyri teirra lívslanga íkast í Vágs Bóltfelag, og Páll Leo fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju.
Um Eyðbritt og Boga Mortensen varð m.a. sagt:
– Tey hava verið leikarar, venjarar, nevndarlimir, og altíð klár, tá alt tað, sum er rundan um eitt ítróttafelag, skal gerast. Tað verið seg savnan av peningi, ella at standa í sølubásum, so sum vit til dømis síggja tað her á Ljósfest. Tey hava verið við á uttanlandsferðum, og hava verið við til at menna ungar leikarar. Hetta hevur verið til gang fyri ungdómin her í bygdini.
– Tey bæði, vit heiðra í dag, eru framvegis virkin, eins og tey hava verið tað í mong ár. Tað er sum hava tey bara altíð verið har!
Um Páll Leo varð m.a. sagt:
– At kirkjan stendur prýðilig, og at prýðiligt er rundanum, er ikki ein sjálvfylgja. Hetta er úrslit av áhaldandi viðlíkahaldi og røkt. Vágs kirkja, og økið kring hana, er eitt prýði fyri bygdina, tí væl er farið um, og fyri títt íkast at halda og røkja kirkju, og økið kring hana, hava vit valt at heiðra teg her á Ljósfest 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2025
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið lektara í sálarfrøði
Annika Helgadóttir Davidsen, sum nú er framflutt í lektarastarv, hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani desember 2021.
Hon er útbúgvin í sálarfrøði frá universitetinum í Keypmannahavn í 2006. Frá 2011 var hon innskrivað sum phd.-lesandi á universitetinum í Keypmannahavn, haðani hon fekk ph.d.-prógv í apríl 2016.
Síðani arbeiddi Annika sum sálarfrøðingur m.a. á miðnámsskúlaøkinum og í egnum virki. Harumframt gjørdi hon sína post.doc innan fyri arbeiðsumhvørvisgransking á táverandi Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú er Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum.
Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Annika staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkjætlanum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og hon hevur eisini undirvíst, serliga á masterútbúgvingini í heilsuvísindum.
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.
Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Anniku Helgadóttur Davidsen luku allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini vóru Anna Sofía Veyhe, lektari í heilsuvísindum og forfólk, Fróðskaparsetur Føroya; Ole Jacob Madsen, professari, Oslo Universitet; Mia Beck Lichtenstein, professari, Syddansk Universitet, og Hafrún Kristiansdóttir, professari, Háskólinn í Reykjavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Hon verður virkandi sóknarprestur í eitt gott ár
Á felags kirkjuráðsfundi í vikuni innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í eitt gott ár frá 1. september.
Biskupur er setanarmyndugleiki, og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið, skrivar Fólkakirkjan.
Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark. Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.
Hon hevur seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á sumri í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Felagsskapirnir Standa fyri Lívi og Pro Vita standa fyri tiltakinum
Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Standa fyri lívi á Vaglinum í Tórshavn. Tiltakið verður sunnudagin 24. august klokkan 16, og fyrireikararnir vóna, at fólk í øllum aldri møta fjølment.
Á skránni verður talur og solosangur. Teknmálstulkur verður. 15 minuttir áðrenn tiltakið byrjar, verður hitað upp við felagssangi, og børnini fáa bjóða ballónir og andlitsmáling. Tiltakið endar klokkan 17 við kaffi og onkrum søtum aftur við. Alt er ókeypis.
Stigtakarar eru Standa fyri Lívi og Føroya Provita.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Fyrstu ferð at ein føroyskur filmur er tilnevndur hesa týðandi filmsvirðisløn
Filmurin ‘Seinasta paradís á jørð’ eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur.
Filmurin, sum hevði frumsýning á filmsstevnu í Göteborg fyrr í ár, er framleiddur av Jón Hammer, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger, saman við Sakarisi Stórá.
- Tað er ein ómetaliga stórur heiður, at okkara filmur er tilnevndur. Eg dugi ikki at lýsa við orðum, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri føroyskan film. Tá vit fóru í holt við hendan filmin, settu vit okkum fyri, at hetta skuldi vera ein filmur, ið kundi kappast á jøvnum føti, við filmar úr okkara grannalondum. Hetta vísir, at vit hava megnað at skapað ein film, ið er so mikið menniskjaligur, at hann talar til hjørtuni á fólki tvørtur um málsligu mørkini, og fær hyggjarin at kenna seg heima, sigur leikstjórin, Sakaris Stórá, um tilnevningina.
Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum leggur aftrat:
- Vit eru ovurhonds fegin um hesa tilnevning og kunnu ikki siga annað enn, at vit eru errin av manningini og listafólkunum handan Seinasta paradís á jørð. Tey hava ikki ligið á lætu síðuni hesi seinastu árini. Tað er nærlagni og hart arbeiðið sum hevur ført tey á mál. Við hesum kunnu vit staðfesta, at samframleiðslur við onnur lond eisini eru við at gagna menningini av føroysku filmsvinnuni.
Kykmyndir og Adomeit Film framleiddu við stuðli frá Det Danske Filminstitut, FilmFyn, DR - Danmarks Radio, Mentamálaráðnum, Creative Europe og Filmshúsinum.
Altjóða sølu stendur REinvent fyri.
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er ein árlig virðisløn, sum verður umsitin av Norðurlandaráðnum og Nordisk Film & TV Fond. Hon virðismetur listarligar, originalar spælifilmar, ið hava rót í norðurlendskari mentan, og sum vísa framúrskarandi dygd og nýskapan. Síðan byrjanina í 2002 – gjørd varandi í 2005 – hevur virðislønin lyft norðurlendska filmsgerð upp á altjóða pallin.
Tilnevndir filmar verða valdir av tjóðardómsnevndum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, við møguleika fyri eyka tilnevningum úr Grønlandi, Føroyum og Álandi.
Undanfarnir vinnarar hava verið filmar eftir m.a. Lars von Trier, Thomas Vinterberg, Roy Andersson, Ruben Östlund, Per Fly og Aki Kaurismaki.
Hinir tilnevndu filmirnir eru:
Danmark: "Min evige Sommer". Leikstjóri: Sylvia Le Fanu
Finnland: "The Helsinki Effect". Leikstjóri Arthur Franck
Grønland: "Walls - Akinni Inuk". Leikstjórar: Sofie Rørdam og Nina Panninguag Skydsbjerg
Ísland: "Ljósbrot". Leikstjóri Rúnar Rúnarsson
Noreg: "Drømmer". Leikstjóri Dag Johan Haugerud
Svøríki: "Israel Palestina på svensk tv 1958-1989" Leikstjóri: Göran Hugo Olsson.
Vinnarin av Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verður kunngjørdur 21. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm. Virðislønin er 300.000 danskar krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Ellen Hillingsø og Michael Moritzen koma til Føroya at framføra nógv róstan leik
Nógv rósti leikurin ‘Kærestebreve’ við kendu donsku leikarunum Ellen Hillingsø og Michael Moritzen verður sýndur í Løkshøll sunnudagin 31. august klokkan 16.
Kærleiksbrøv er bæði ein skemtiligur og hugtakandi leikur um Melissa og Andrew, sum longu frá barnsbeini kenna seg drignan at hvørjum øðrum, hóast tey eru sera ymisk. Alt lívið halda tey fast í einum djúpum og hjartaligum vinarlagi við at skriva hundraðtals brøv til hvørt annað. Tey byrja við smáum sakleysum pappírslepum við loyndarmálum í skúlanum, og í ungdómsárunum verður innihaldið meira holdborið og sansaligt, og tá ið tey eru vaksin snúgva brøvini seg meira um álvarsligar hendingar og gerandis avbjóðingar.
Hetta er søgan um kærleika, sum áhaldandi veksur sum árini ganga, og hetta er søgan um tey val, ið vit øll taka – ella kanska ikki taka. Og hettar er søgan um tær avleiðingar, vit hvør í sínum lagi, standa til svars fyri, tá ið alt skal gerast upp.
Upprunaleikritið skrivaði amerikanski A. R. Guerney, og leikurin varð frumframførdur í New York í 1988. Susse Wold og Bent Mejding og Malene Schwartz og Jesper Langberg hava áður havt leiklutirnar sum Melissa og Andrew, men til hesa sýningina í Løkshøll eru tað Ellen Hillingsø og Michael Moritzen, sum eisini fingu sera góð ummælir, tá ið tey framførdu leikin á fyrsta sinni í 2023. Leikurin er enn á skránni í donskum leikhúsum.
“Áskoðararnir sótu rúnarbundnir gjøgnum allan leikin og gloymdu seg heilt burtur í flottu leikaraavrikunum”, skrivaði ein ummælari.
Atgongumerki á 225 krónur (+10 krónur í avgjaldi) á loksholl.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Kemur til Føroya við stand-up skemtinum ‘From Iceland with Love’
Mætasti skemtari Íslands kemur til Føroya við spildurnýggja stand-up skemti sínum ‘From Iceland With Love’. Hetta verður leygardagin 13. september í Norðurlandahúsinum. Fá atgongumerki eru eftir.
Ari Eldjárn er kendur fyri sítt hegni at fáa áhoyrarar úr øllum Norðurlondum flenna eftir mununum og stóru líkheitunum landanna millum. Í hesum nýggja skemtinum lýsir hann sera beinrakið og fittliga lívið í Norðurlondum, mentanarligar samanbrestir, sjálvsmyndir og vanligar ímyndir, vit hava av hvørjum øðrum. Hetta verður borðreitt við nógvari orku, fínum eftirlíkningum og sjarmerandi sjálvspeii.
Ari Eldjárn er best umtókti stand-up skemtari Íslands, og hevur hann harumframt gjørt seg galdandi á altjóða pallinum við Netflix-sendingini Pardon My Icelandic umframt at hann hevur verið við í m.a. BBC’s Mock the Week.
Aldursmark er 14 ár. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo – bert fá atgongumerki eru eftir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Hetta byrjar við hámessu sunnudagin 24. august, har prestarnir í høvuðsstaðnum og bispur vera við, og Tórshavnar Kamarkór syngur. Ymiskt verður gjørt burturúr aftaná og í komandi viku eisini
Í 1975 stóð Vesturkirkjan liðug. Talan er um hægsta bygning í landinum, og hann hevur nú 50 ár á baki.
Hetta verður hátíðarhildið á ymsan hátt, og byrjað verður við hámessu nú sunnudagin 24. august við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen, Derhardi Jógvansson og Hanusi á Gørðum. Jógvan Fríðriksson, biskupur, ber eisini fram heilsan.
Harumframt verður sangkór, sunnudagsskúli og okkurt at fáa aftaná.
Síðani verður kirkjan opin, framsýning er sett upp, og um kvøldið verður hátíðar-orgulkonsert við organistunum Ara Hammer Joensen og Jógvani Thomsen.
Tað, at Vesturkirkjan hevur staðið í hálva øld og nú "fyllur runt", verður eisini markað í komandi viku. Har vera konsertir, arkitekturfrágreiðingar, ungdómsguðstænastur, grilling og so framvegis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Fiskikapping og vatnkríggj var á vágni í gjárkvøldið. Í dag er stóri dagurin við kappingum og nógvum tiltøkum fyri børn - alt er ókeypis
Í sambandi við sjómannadagin hava fleiri tiltøk verið hesa vikuna.
Í gjárkvøldið var eitt av stóru tiltøkunum, tá fiskikapping var fyri børn á Kósabrúnni. Seinni var vatnkríggj á vágni.
Í dag er stóri dagurin. Seglskipini leggja at klokkan 10 og hálvan tíma seinni verður sjómannadagurin settur, og tá verður boðið til stórt morgunmatarborð.
Gjøgnum dagin verða nógv tiltøk. Eitt nú í at vinda hespur upp í noða, kasta langlínu, agnskering, egning, skipalistakviss osv.
Eisini er nógv fyri børn gjøgnum allan dagin umframt stórt úrval av mati - har í millum væl umtókta fish & chips frá JFK.
Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
“Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.” Soleiðis ljóðar rómurin um forkunnugu 'Kvæði' plátuna, hjá Teiti og danska indie-jazz bólkurin Girls in Airports. Í september framføra teir fyri fyrstu ferð í Føroyum – í Havn og Miðvági
Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.
Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.
Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.
Gaffa.dk gav plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:
“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra. (...)
Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Fleiri konsertir hava higartil verið í Danmark og vera afturat í summar. Í september gongur leiðin til Føroyar:
Tórshavn, fríggjadagin 12. september klokkan 19.30 í Auluni í Finsen
Miðvágur, leygardaein 13. september klokkan 19.30 í Listastovuni
Atgongumerki á 295 kr á kunnu keypast á atgongumerki.fo
Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentum, Victor Dybbroe á slagverki og Oliver Laumann á trummum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Kristina Sørensen Ougaard er einasti leikari í djørvu frásøgnini um rættivísi, vald, sannleika og kynsligan harðskap
Við einum leikriti, ið hevur vakt ans kring allan heimin, fer Det Ferösche Compagnie, DFC, at bjóða føroyska áskoðaranum inn í eina djarva frásøgn um rættvísi, vald, sannleika og kynsligan harðskap
‘Prima Facie’ er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller. Leikurin hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt sterka og samfelagsviðkomandi innihald. Í miðdeplinum er Tessa – ein kvinnuligur sakførari, sum hevur bygt sína lívsleið upp á trúnna á lóggávu og rættvísi. Men tá hon sjálv verður fyri einum harðligum broti, verður hon noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.
Det Ferösche Compagnie setur leikin upp í tøttum samstarvi við bretska leikstjóran Matthew Richardson. DFC hevur arbeitt saman við Matthew áður á rósta leikinum ‘Lear Kongi’. Matthew hevur drúgvar royndir sum leikstjóri og hevur vunnið fleiri virðislønir.
Kristina Sørensen Ougaard spælir høvuðsleiklutin, Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt.
Umframt at seta upp stórar klassikarar og skapa egin verk, fer Det Ferösche Compagnie undir nýggjan leist: At seta upp nýskrivaðar leikir, sum verða spældir á leikhúsum kring knøttin. DFC vil, at tann føroyski áskoðarin kann uppliva nýskrivaðan dramatik á høgum støði, sum verður spældur úti í heim, um somu tíð sum her heima. Við hesum vilja vit verða ein partur av tí stóru globalu samrøðuni.
Leikurin verður frumsýndur 13. september í Perluni í Tórshavn.
- Eg las hetta leikritið í flogfarinum á veg aftur úr London, aftan á vit høvdu framført ‘Castle of Joy’ við DFC á The Barbican. Eg fekk ikki lagt handritið frá mær, fyrr enn eg hevði lisið tað liðugt, og tað hevur sitið í mær líka síðani, sigur Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Tað var í sambandi við, at sluppin í 2024 gjørdist 140 ár, at felagið Sluppvinir vendi sær til Tórshavnar kommunu við hugskoti um, at bók varð skrivað um Westward Ho
Tað var í sambandi við, at sluppin í 2024 gjørdist 140 ár, at felagið Sluppvinir vendi sær til Tórshavnar kommunu við hugskoti um, at bók varð skrivað um Westward Ho. Fíggjarnevndin tók væl undir við uppskotinum frá Sluppvinum og játtaði pening til endamálið.
Á framløguni takkaði Helgi Jacobsen fyri álitið at verða biðin um at skriva bókina. Hann takkaði eisini Sluppvinum fyri teirra megnar arbeiði við at varðveita og reka sluppina. Hugleitt varð um týdningin, sum sluppirnar hava havt fyri føroyska samfelagið, og víst varð á, at tá H.G. Thomsen á Tvøroyri í 1895 keypti Westward Ho fyri 385 pund, var hon kallað “besta slupp í Grimsby”.
Bókin greiðir frá søguni um Westward Ho frá tí, hon varð bygd í Grimsby í 1884 og fram til dagin í dag. Í bókini verður eisini nomið við føroysku slupptíðina sum heild og um tunga takið at fáa gongd á føroyskan skipsfiskiskap. Elsa Berg, borgarstjóri, hevur skrivað fororðið, og Jóan Pauli Joensen, professari og fólkalívsfrøðingur, hevur skrivað inngangin í bókini.
Í dag er tað áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina viðlíka. Alt arbeiðið er sjálvboðið. Sluppin er sera vælumtókt og verður nógv brúkt um summarið. Millum annað verður hvørt ár skipað fyri fiskikapping millum allar 6. flokkar í kommununi.
Bókin greiðir soleiðis frá søguni um navnið Westward Ho:
“Sluppin Westward Ho er kallað upp eftir kendu skaldsøguni Westward Ho!, sum Charles Kingsley skrivaði í 1855. ‘Westward Ho!’ var ein máliska, sum í hesum tíðarskeiði mangan var brúkt um skip, ið sigldu vestureftir móti Amerika og øðrum londum í vestri. Máliskan var eitt slag av eini ævintýrligari kenslu, sum var knýtt at havinum, sigling og brøgdum.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2025
Demokratarnir eru í øðini, kalla tað fyri politiskt snýt. Løgreglan varð sett at ansa eftir teimum, so málið kundi atkvøðast ígjøgnum. Demokratarnir í Kalifornia ætla at svara aftur
Umboðsfólkatingið í amerikanska statinum Texas samtykt hósnáttina eitt lógaruppskot, ið broytir valdømini í statinum. Málið hevur verið ein stríðsspurningur í fleiri vikur, men eftir orðaskifti í átta tímar, kom málið til atkvøðugreiðslu, og varð samtykt við stórum meiriluta.
88 atkvøddu fyri meðan 52 atkvøddu ímóti, skrivar DR við AP tíðindastovuni sum keldu.
Broytingin av valdømunum skal eisini samtykkjast í senatinum í Texas har republikanararnir hava meirilutan og undirskrivast av Greg Abbott, guvernøri. Men hetta verður ikki mett sum nøkur forðin fyri at uppskotið verður endaliga samtykt.
Slíkar broytingar av valdømunum verður í USA kallað "gerrymandering". Tað merkir, at valdømini verða broytt fyri at geva einum flokki fyrimun.
Republikanskur fyrimunur
Republikanararnir í Texas hava opið viðgingið, at kortið er teknað av nýggjum fyri at geva flokkinum fyrimun.
Todd Hunter, limur í umboðsfólkatinginum, og sum hevur lagt uppskotið fram, hevur fyrr sagt:
- Yvirskipaða endamálið við ætlanini er einføld: at betra um politisku úrslitini hjá republikanska flokkinum.
Við at tekna valdømini av nýggjum, kann republikanski flokkurin helst skaffa sær fimm nýggjar tingsessir á miðskeiðisvalinum komandi ár.
- Snýta seg til valdið
Donald Trump, forseti, verður lagdur undir at hava eggjað floksfeløgum sínum í Texas at broyta valdømini fyri at styrkja støðuna hjá flokkinum til komandi miðskeiðisval.
Hetta hevur vakt stóran harma hjá demokratunum, ið kalla hetta eina týðuliga roynd at snýta seg til valdið við at brúka júst “gerrymendering”.
- Í einum fólkaræði velur fólkið síni umboð. Hetta lógaruppskotið vendir hesum upp og niður, og letur politikararnar velja sínar veljarar, segði demokraturin Chris Turner, sambært AP.
Demokratarnir í Texas hava gjørt alt tey kundu fyri at støðga ætlanini um nýggj valdømi. Eitt nú seinkaðu tey viðgerðini í tvær vikur fyrr í mánaðinum við at rýma úr Texas.
Tá demokratisku politikararnir komu aftur, varð løgreglan sett at ansa eftir teimum allan sólarringin til tess at tryggja, at tey kundu vera til staðar, tá atkvøðast skuldi.
Ein av demokratisku politikarunum, Nicole Collier, sýtti fyri at lata seg eftiransa av løgregluni, og varð stongd inni í tingsalinum síðan mánakvøldið, lokala tíð.
Gevin Newsom, guvernørur í Kalifornia, á einum mótmælistiltaki í Los Angeles fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)
Demokratarnir svara aftur
Demokratarnir hava longu boðað frá, at tey fara at royna málið í dómstólunum, og í Kalifornia hava politikararnir har longu samtykt at broyta í valdømunum har.
Hetta verður fatað sum eitt mótsvar til tað, ið er hent í Texas, skrivar AP.
Tað er guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, sum ætlar at broyta valdømini til fyrimuns fyri demokratiska flokkin.
- Hetta er ein nýggjur dagur, og vit berjaast móti eldi við eldi, segði hann í vikuni.
Um ætlaða broytingin í Kalifornia verður framd, verður væntað, at demokratarnir eisini kunnu smaffa sær fimm eyka pláss á valinum til umboðsfólkatingi á miðskeiðisvalinum í 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
- Vit vita, at orkudrykkir kunnu elva til óró, svøvntrupulleikar og trupulleikar við at miðsavna seg, sigur norski heilsumálaráðharrin
Norska stjórnin fer frá komandi ári at gera tað ólogligt at selja orkudrykkir til ung undir 16 ár.
Norski heilsumálaráðharrin, Jan Christian Vestre, heldur, at tað er neyðugt at herða lóggávuna fyri hesar drykkivørur, sum ofta innihalda stórar mongdir av koffeini.
- Vit vita, at orkudrykkir kunnu elva til óró, svøvntrupulleikar og trupulleikar við at miðsavna seg. Teir kunnu eisini elva til skaðar á hjarta- og æðralagnum og miðnervalagnum, sigur ráðharrin við NRK.
Sambært lógini fáa handlar, ið selja slíkar drykkir til ung undir 16 ár fyrst eina ávaring, og um hetta endurtekur seg, so skulu tey rokna við bót.
Norska læknafelagið, tannlæknafelagið og Statens Institut for Folkesundhed hava fyrr mælt til at seta aldursmarkið til 18 ár.
Læknaformaðurin, Stråle Onsgård Sagabråten, er tí vónsvikin av, at aldursmarkið verður 16 ár.
- Vit høvdu væntað ein meira miðvísan fólkaheilsupolitikk frá stjórnini – ein politikk, ið setti heilsuna hjá børnum og ungum fremst og var í tráð við fyrivarnisregluna, sigur Sagabråten við NRK.
Jan Christian Vestre, heilsumálaráðharri, heldur, at tey 16 ára gomlu eru nóg búgvin til at takta støðu viðvíkjandi orkudrykkum.
Fyrr í ár samtykti norska stjórnin eitt bann móti marknaðarføring av ósunnum mati og drykkum málrættað móti børnum. Tað bannið umfatar eisini orkudrykkir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
SEV farið at kanna útbygging av verkinum á Sundi
Stóri og vaksandi eftirspurningurin eftir elorku hevur fingið leiðsluna í SEV at fara undir at kanna møguleikan fyri at fremja útbyggingar á Sundsverkinum.
Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, sigur við orkan.fo, at veitingartrygdin stendur altíð ovast á breddanum í einari elveiting og so er eisini í Føroyum. Hann sigur, at kanningar eru farnar í gongd, sum leggja upp fyri vaksandi eftirspurninginum og neyðugari útskifting av framleiðslueindum.
- Nógvir møguleikar verða lýstir, og tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, hvørjar loysnir og plaseringar verða valdar sigur Hákun Djurhuus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Fjørðurin er tann best egnaði í landinum til maritima vinnu heldur borgarstjórin í Sjóvar kommunu
Havnaøkið á Hulki á Skálafjørðinum hevði aftur hesa vikuna forkunnuga vitjan av einum sonnum orkurisa av einum skipi, tá 195 metra langa Deep Energy hjá stórfyritøkuni Tecnip bunkraði og hevði manningarskifti áðrenn fráferðina til USA.
Skipið hevur lagt gassrørleiðing á Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar nú í eina tíð, og hevur vitjað føroyskar havnir fimm ferðir. Nú summarið er farið at halla fer skipið til aðrar uppgávur hinumegin Atlantshav.
Hetta er aðru ferð, at skipið bunkrar hjá Krafta á Hulki. Skipið hevur eisini brúkt havnina í høvuðsstaðnum, har tað tók útgerð umborð, sum skuldi setast á havbotnin á Rosebank-kelduni, sum verður útbygd til framleiðslu í 2026.
Deep Energy bunkrar á Hulki (Myndir: Hans Anders Jacobsen)
Kærkomnar vitjanir
Vitjaninar eru sera kærkomnar í Sjóvar kommunu, har borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, fegin sær, at hetta bara er byrjanin til eina nýggja tíð á hesum best egnaða fjørðinum til maritima vinnu, sum hann málber seg.
- Tað er sera spennandi fyri okkum í Sjóvar kommunu, at ein vaksandi áhugi er fyri okkum og okkara havn á Hulki. Hulkur er jú besta havn í landinum hjá skipum at liggja.
Her eru eisini bestu møguleikar í landinum at gera frysti- og goymslu-tunnlar og vóna vit, at onkur fer undir tað.
Hans Anders Jacobsen fegnast eisini um, at oljufyritøkan Krafta valdi at staðseta seg í kommununi.
- Tað hevur nógv at siga fyri okkum, og tey eru eisini við til at fáa fleiri "eygu" at verða vend móti Hulki.
Deep Energy við bryggju á Hulki. Orkan.fo frættir, at hesa fimtu ferðina skipið hevur lagt at í føroyskari havn, var eisini inspektørur við, sum hevur til uppgávu at taka saman um veitingar og tænastur í Føroyum og kunna leiðsluna á landi um, hvussu Føroyar hava megnað uppgávuna sum veitari til skip sum Deep Energy. Umboð fyri skipið og felagið hevur verið Jónhard Johannesen frá TorCargo.
Eiga at arbeiða saman
Borgarstjórin ásannar, at Skálafjørðurin er best egnaði fjørðurin í landinum til sjóvinnuna og sigur, at kommunurnar við fjørðin eiga so avgjørt at arbeiða saman til at gera fjørðin til ein maritiman kraftdepil.
Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu fegnast um, at frálandsskip vilja brúka havnina á Hulki. Hann sær fram til samstarv við aðrar kommunur við Skálafjørðin, tá virksemið fer í gongd aftur við markið.
- Eg síggi tað so púra náttúrligt, at vit samarbeiða til at røkka hesum máli, tí vit hava so sera gott samarbeiði á øðrum økjum á Skálafjørðinum longu. Hinar kommunurnar við Skálafjørðin eru Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Nes kommuna.
Síggja vit fjørðin sum eina heild, so kunnu ymsir partar veita ymsar tænastur: bunkring á Hulki, turrdokk og umvælingar á Skála eins og umvælingar og aðrar tænastur í Runavík fyri bert at nevna nakrar av møguleikunum.
Verður hugsað um at skapa umstøður fyri maritimu vinnuni á Skálafjørðinum so verður í løtuni gjørd stór útbygging av nýggjari dokk á Skála. Haraftrat kemur, at Runavíkin hevur drúgvar royndir at hýsa bæði skipum og útgerð í sambandi við oljuboringar við Føroyar. Hon var útgerðarhavnin í sambandi við 9 boringar á landgrunninum. Náttúrligt er tí at hugsa, at hon verður tað framhaldandi, um slíkt virksemi fer at taka seg uppaftur bæði við Føroyar og í grannalagnum, tó at aðrar havnir eisini hava møguleika at bjóða seg fram.
Tað eru góð 10 ár síðani, at Skálafjørðurin og Runavík hýstu einum av heimsins størstu boripallum, West Hercules
Útbyggingar við markið og møguleikar
Nú fyrsta stóra útbyggingin av oljuleið hinumegin markið er farin í gongd og aðrar møguliga koma eftir hesa, er greitt, at brúk verður fyri nógvum ymsum tænastum, sum eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin kunnu veita. Tað verður tí spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at ganga at samstarva og troyta fjørðin sum frægast, tá vit fara at síggja frálandsskip av ymsum fara til arbeiðis nærhendis Føroyum.
Og hvør veit – kanska verða aftur boð eftir tænastum, tá boripallurin Deepsea Atlantic kemur á leiðirnar við Føroyar seinni í ár at bora framleiðslubrunnar á Rosebank leiðini.
Boripallurin Deepsea Atlantic, sum Equinor hevur leigað til at bora sjey brunnar á Rosebank leiðini í heyst
Stóri spurningurin er so eisini, í hvønn mun aðrar havnir og kommunur í landinum fara at bjóða seg fram til at veita tænastur til møguliga framtíðar virksemið á Atlantsmótinum – her m.a. Havnin og Klaksvíkin og Tvøroyri og Vágur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2025
Felagið Aker BP hevur gjørt eitt rættiliga stóran oljufinning í Yggdrasiløkinum
Um somu tíð sum umhvørvisfelagsskapir mótmæla olju- og gassframleiðslu uttan fyri størsta oljureinsivirkið hjá Equinor í Noregi, kunnger norska orkufelagið Aker BP, at tað hevur funnið stóra oljugoymslu í Norðsjónum. Talan er um upp til 130 milliónir tunnur. Hetta er samtíðis eitt tann størsti finningurin í norskum øki seinastu 10 árini skrivar E24.
Nýggja keldan, sum verður nevnd Omega Alfa, liggur í tí Yggdrasil økinum, har stórar útbyggingar longu verða gjørdar.
At finna olju og gass í økjum, sum longu hava ein infrastruktur, ger alla framleiðsluna í hesum stóra økinum meira lønandi. Við hesum finninginum roknar leiðslan í Aker BP, at tað verður lættari og skjótari at røkka málinum, sum er at kunna framleiða eina milliard tunnur frá øllum økinum tilsamans.
Útbyggingin av Yggdrasil økinum byrjaði í 2023, og væntandi kemur fyrsta oljan upp í 2027. Umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt ætlanunum hjá Aker BP, og royna at gera mótstøðuna móti olju- og gassframleiðslu til part av komandi Stórtingsvalinum í heyst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
- Eg síggi fram til at hjálpa liðnum í stríðnum um at koma upp í Allsvenskan, sigur Mattias, sum hevur skrivað undir fýra-ára sáttmála
Ungi B36-leikarin, Mattias Hellisdal, er nú farin til Svøríkis at spæla. B36 hevur selt sín unga og evnaríka miðvallara til Västarås SK fyri ein ónevndan prís - men fyri ein prís sum verður skýrdur "rímiligur".
Mattias vandi við liðnum fyri fyrstu ferð hósmorgunin, og hann verður tøkur at spæla í næstu viku. Västerås skrivar á heimasíðuni, at talan er um ein-fýra ára sáttmála: 19-ára gamli havnamaðurin er nú knýttur at Västerås til og við summarið 2029.
- Tað er spennandi at koma til VSK, og eg síggi fram til at hjálpa liðnum í stríðnum um at koma upp í Allsvenskan, sigur Mattias Hellisdal.
Västerås SK flutti niður úr Allsvenskan í fjør, og stríðist nú fyri at koma uppaftur í bestu svensku deildina. Í løtuni er Västerås SK á 3. plássi í Superettan - trý stig eru upp til nummar 1 og 2, sum flyta beinleiðis upp úr næstbestu deildini.
Mattias Hellisdal í evropeiskum dysti fyri B36. Nú skal hann royna seg á hægri stigi (Mynd: Sverri Egholm)
- Eitt keyp fyri framtíðina og við stórum menningarmøguleikum
- Eg eri fyrst og fremst glaður fyri, at vit funnu Mattias á einum marknaði, har vit ikki hava verið og leitað áður.
Hetta sigur venjarin hjá VSK, Kalle Karlsson. Hann staðfestir, at tá hann fyrst sá Mattias Hellisdal á video var greitt, at hetta fór at vera ein spælari, ið fór at hóska ógvuliga væl inn.
Karlsson heldur fyri, at føroyingurin er bæði dugnaligur at "dríva bóltin" (reka frameftir við bóltinum) og í sjálvum alveringsspælinum. Hetta er ein avtala fyri framtíðina, sigur hann við vskfotboll.nu:
- Við slíkum spælarum royna vit at hugsa um framtíðin. Vit fáa at síggja, hvussu stórt fingramerki Mattias setur á í heyst - vit fara at geva honum tíð at venja seg við umstøðurnar og annað. Men tað er heilt víst ein spælari við stórum menningarmøguleikum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2025
Felagið boðaði tíðliga fríggjakvøldið frá, at samstarvið við Jens Wedeborg ikki verður longt. Sviin hevur staðið á odda seinastu tvey árini og leitt NSÍ aftur til evropeiskt pláss
25. oktober 2023 skrivaðu NSÍ og Jens Wedeborg undir ein tvey-ára sáttmála. Hesin sáttmálin verður ikki longdur, tá hann gongur út við kappingarenda.
Hetta kunngjørdi NSÍ fríggjadagin.
- Vit kunnu nú boða frá, at sáttmálin verður ikki longdur. Jens Wedeborg verður tó sjálvandi venjari restina av kappingarárinum.
45-ára gamli sviin tók við hjá uppflytarunum, og í fjør endaði liðið á 4. plássi, ið gav pláss til Conference League.
Har spældi NSÍ ein flottan fyrra dyst móti finska stórfelagnum HJK, men 4-0 sigurin á heimavølli varð til einkis í Helsinki vikuna aftaná. NSÍ tapti 5-0 eftir longda leiktíð.
Hetta, saman við tí at NSÍ fór úr meistarastríðnum, hevur helst hava sína ávirkan í avgerðini um ikki at halda fram við sama høvuðsvenjara.
NSÍ hevur av álvara styrkt hópin seinastu smáu tvey árini við millum annað einari rúgvu av útlendskum verjuspælarum, og í vetur legðist millum annað Brandur Hendriksson afturat. Liðið byrjaði flúgvandi í ár, men eftir tvey tap móti KÍ og eitt móti HB misti liðið takið í oddastríðnum.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, hevur hugt uppá støðuna (Mynd: Sverri Egholm)
Starvsnevndin hjá NSÍ fer nú undir eina tilgongd at finna ein nýggjan høvuðsvenjara.
Hesin skal byggja víðari á góðu gongdina seinastu tvey árini, skrivar felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2025
Eftir 19. umfar í Betrideildini, er 07 Vestur uppaftur longri frá bjargingini - seks stig eru upp til FC Suðuroy, sum á Toftum vann sær sítt fyrsta stig móti liði oman fyri strikuna. TB misti leiðslu í Hólmanum, men fekk eitt stig við suður
19. umfar í Betrideildini varð spælt síðsta vikuskiftið, og mánadagin.
Á Eiði leygardagin var TB á odda 2-0, tá 74 minuttir vóru spældir. Hetta eftir málini hjá Samudeen Musah og Mohamed Samba og gott avrik. Men upp á tríggjar minuttir megnaði EB/Streymur at javna (Meinhard Debes Geyti og vágbingurin Búi Egilsson).
Harvið misti TB annað vikuskifti á rað eina 2-0 leiðslu, men hesaferð fekk aldursforsetin so eitt stig við sær.
FM1-samrøða við Mikkjal Hellisá hjá EB/Streymi og TB-málverjan, Anders Tønnesen kann hoyast her
FC Suðuroy syrgdi sunnudagin fyri, at tvey stig enn eru millum suðuroyarliðini aftaná hetta umfarið eisini. Uppflytarin legði seg á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Bjartmar Holm sló til. Eftir hálvan tíma javnaði Bárður Ólavsson Jensen í sínum seinasta dystir fyribils fyri B68 - lokali bakkurin flytir nú til Danmarkar í lestrarørindunum.
Tað endaði 1-1 á Svangaskarði, og fyrstu stigini hjá FC Suðuroy móti øðrum liði enn TB og 07 Vestur er nú komin til høldar.
B68 er, í størri mun enn EB/Streymur, í ongamannalandi. Nú tað ikki endaði við tapi, kann tað so at siga staðfestast, at B68 ikki endar í veruligum niðurflytingarvanda.
FM1-samrøða við Bárð Ólavsson Jensen kann hoyrast her
Í Gundadali var málleyst eftir 1. hálvleik millum HB og 07 Vestur, men eftir steðgin var eingin ivi: Tíðliga í 2. hálvleiki fann Mathias Voss Jákup Thomsen við frálíkari sending, og áleyparin var ísakaldur. Tíggju minuttir eftir at Jákup hegnisliga lyfti bóltin uppum Ari í Haraldsstovu, sló Emil Grønn Pedersen til, og í yvirtíðini økti hann til 3-0.
Sonni Ragnar Nattestad fekk eisini beinleiðis reytt kort í yvirtíðini - fyri at rópa okkurt av bonkinum - áðrenn áttanda tapið hjá 07 Vestur varð endaliga staðfest.
Vágamenn eru nú seks stig frá bjargingini. Leygardagin er ein lagnudystur á skránni í Sørvági, tá TB vitjar.
Páll A. Klettskarð skoraði eitt mál móti B36 í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
Eitt fet nærri FM
Teir báðir seinastu dystirnir í umfarinum vórðu spældir mánakvøldið orsaka av evropeisku luttøkuni hjá KÍ og Víkingi.
Í Gundadali var KÍ á vitjan hjá B36.
Útiliðið kom heldur tilvildarliga á odda í 17. minutti, tá B36 ikki fekk ruddað burtur í brotsteignum, og Hallur Hansson fekk trýst bóltin í málið.
Heimaliðið hevði onkrar støður í 1. hálvleiki, men sum heild var KÍ greitt omaná. Tìðliga í 2. hálvleiki økti oddaliðið eftir frálíka sending frá Danieli Johansen og flottum stútara hjá Pálli Klettskarð, og so var eingin ivi. Stutt fyri leiklok økti Árni Frederiksberg eftir endurtrýst hjá Patriki Johannesen.
Drama í Norðragøtu
Tað var nógv meira drama í Norðragøtu, har NSÍ-miðverjin Lars Markmanrud longu í 3. minutti fekk beinleiðis reytt kort fyri neyðbremsu, og Jørgen Nielsen minuttin aftaná legði Víking á odda.
Tíggju minuttir eftir steðgin svaraði NSÍ av álvara aftur. Frísparkinnlegg frá Brandi Hendriksson, og Klæmint Olsen kom so at siga flúgvandi og drønstútaði í netið. Tveir minuttir seinni: Næsta sama stað, hesaferð Jasper van der Heyden í skjótum álopi, og so kastaði Michal Przybylski seg fram.
Brádliga var NSÍ á odda, og hóast Víkingur raknaði við, so fekk NSÍ eitt flott mál afturat: Aron Knudsen innfyri og har var Klæmint aftur.
Tað eydnaðist tó ikki vespunum at fáa trý ógvuliga flott stig við úr Sarpugerði. Víkingingarnir herjaðu á málið hjá Kristiani Joensen, og bert tríggjar minuttir eftir 1-3 málið minkaði Ragnar Skála eftir gott innlegg hjá Árna Nóa Atlason.
Tað var undirhaldandi og inntenst, og í 88. minutti gav trýstið, yvirtali og ein innskifting hjá Jóhan Peturi Poulsen úrslit: Ari Olsen við flottari dribbling og hørðum innleggi í høgru, og so kastaði Martin Klein seg móti bóltinum og javnaði.
Fyrsta málið á besta liðnum síðani afturvendanina úr B68 og Víkingur situr fínt á 4. plássinum nú, hóast eitt korter í 2. hálvleiki í dag kostaði nakað. NSÍ er nú tvey stig frá HB og 2. plássinum.
Betrideildin 19. umfar
Leygardagin 16. august
EB/Streymur - TB 2-2 (0-1)
02' 0-1 Samudeen Musah (Torkil Holm)
52' 0-2 Mohamed Samba (Samudeen Musah)
75' 1-2 Meinhard Geyti (Thomas B. Miezan)
77' 2-2 Búi Egilsson (Tóki Johannesen)
Sunnudagin 17. august
B68 - FC Suðuroy 1-1 (1-1)
22' 0-1 Bjartmar Holm
32' 1-1 Sjálvmál
HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
49' 1-0 Jákup Thomsen (Mathias Voss)
59' 2-0 Emil Pedersen (Jákup Thomsen
90+2' 3-0 Emil Pedersen (Sammy Skytte
90'5' Sonni Nattestad, reytt kort
Mánadagin 18. august
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
17' 0-1 Hallur Hansson
54' 0-2 Páll A. Klettskarð (Daniel Johansen)
84' 0-3 Árni Frederiksberg (Patrik Johannesen)
Víkingur - NSÍ 3-3 (1-0)
04' Lars Markmanrud, reytt kort
05' 1-0 Jørgen Nielsen (Sølvi Vatnhamar)
56' 1-1 Klæmint A. Olsen (Brandur H. Olsen)
58' 1-2 Michal Przybylski (Jasper van der Heyden)
71' 1-3 Klæmint A. Olsen (Aron Knudsen)
74' 2-3 Ragnar Skála (Árni Nóa Atlason)
88' 3-3 Martin Klein Joensen (Ari Olsen)
Støðan:
KÍ 52 stig
HB 44 stig
NSÍ 42 stig
Víkingur 31 stig
B36 25 stig
EB/Streymur 23 stig
B68 19 stig
FC Suðuroy 13 stig
TB 11 stig
07 Vestur 7 stig
Komandi dystir
Leygardagin 23. august kl. 17: 07 Vestur - TB
Sunnudagin 24. august kl. 15: NSÍ - FC Suðuroy
Sunnudagin 24. august kl. 15: B36 - B68
Sunnudagin 24. august kl. 15: KÍ - HB
Sunnudagin 24. august kl. 17.15: Víkingur - EB/Streymur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2025
Undandystirnar móti Kekkia og Kroatia vórðu spældir í Portugal, eins og dystirnir í seinastu EM-undankapping. Nú er Europa Point leikvøllurin, sum Víkingur spældi á í juli, góðkendur til dystin í september
Tíðliga í september hevur føroyska manslandsliðið í fótbólti aftur uppgávur í HM-undankappingini: Fríggjakvøldið 5. september vitjar Kroatia á Tórsvølli, og síðani gongur leiðin til Gibraltar.
Tað var ikki fyrrenn nú týsdagin, at fótbóltssambandið í Gíbraltar endaliga kundi staðfesta, at dysturin móti Føroyum mánakvøldið 8. september verður spældur í Gibraltar - og ikki í Portugal.
Av tí at Victoria Stadion er í so ringum standi, hevur Gibraltar bert spælt í egnum landi til Nations League-dystir. Alla undankappingina í 2023 (til EM) og fyrr í ár vóru "heimadystirnir" spældir í Portugal (Faro, Algarve o.s.fr).
Har var Gibraltar fyrr í ár úrlatið móti Kekkia og serliga Kroatia. Teir fáa tó Føroyar á Europa Point, sum nú er góðkent til hendan dystin. Talan verður um altjóða skrásetta dyst nummar 100 hjá manslandsliðnum hjá Gibraltar.
Mynd: Gibraltar FA
Víkingur spældi Champions League-dyst á ivasama graslíkisvøllinum í juli, og A-landsliðið við kvinnum spældi eisini har fyrr í ár. Sum skilst eru umstøðurnar lítið at reypa av.
Lincoln Red Imps, sum nú spælir play-off í Europa League, noyðist at spæla sín heimadyst í Portugal. Hetta tí at eingin leikvøllur í Gibraltar, sum nú, er nóg góður eftir UEFA-krøvum.
Tá Føroyar og Gibraltar hittust á Tórsvølli í juni, vendu Føroyar 0-1 til 2-1 seint í dystinum. Føroyski hópurin til næstu uppgávurnar verður úttikin mánadagin 25. august.
Europa Point Sports Complex liggur ytst á Gibraltarnesinum. Tá oyggjaleikir vóru í Gibraltar í 2019 var setanarhátíðarhaldið hildið her (Mynd: Google)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2025
Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu sunnudagin 2-0 á greipuvinnarunum í Runavík. Seks umfør resta nú í
Størsti og mest týðandi dysturin higartil í FM-bólkinum í Betrideildini hjá kvinnum varð spældur sunnudagin.
Hann var við Løkin í Runavík, har verandi føroyameistararnir tóku ímóti KÍ. Liðini høvdu bæði vunnið á HB og Víkini í undanfarnu umførum og høvdu 42 stig hvør.
KÍ hevði tó væl betri málúrttøku, og við 2-0 sigrinum á NSÍ øktu tær í bláum um leiðsluna í oddinum.
Útiliðið skoraði bæði málini fyri steðgin: Fyrst Tóra Mohr eftir 17 minuttir og tjúgu minutir seinni Sólja Ernstdóttir, sum legði upp til fyrra málið.
Unga og evnaríka Sólja Ernsdóttir gjørdi bart í oddadystinum við Løkin : Hon skoraði og legði upp fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ megnaði ikki at svara aftur, og nú verður tað nakað tyngri at endurvinna. Seks umfør eru tó eftir, og KÍ og NSÍ skulu hittast tvær ferðir afturat.
HB vann 3-2 á Víkingi í Norðagøtu sunnudagin. Hesi bæði liðini hava ikki megnað at koppað KÍ og NSÍ higartil í endaspælinum, men HB vann á báðum í grundspælinum, og kann harvið fáa ein leiklut í FM-stríðnum eisini; hóast tað er heldur langt upp hjá HB at stríðast um føroyameistaraheitið.
Betrideildin kvinnur, ovara endaspæl
3. umfar, sunnudagin 17. august
NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
17' 0-1 Tóra Mohr (Sólja Ernsdóttir)
37' 0-2 Sólja Ernsdóttir
Víkingur - HB 2-3 (1-0)
25' 1-0 Hanna I. Højgaard (Jensa Tórolvsdóttir)
56' 1-1 Fridrikka Clementesen (Fríða Jakobsen)
61' 1-2 Lý Gray Djurhuus
62' 1-3 Fridrikka Clementsen
86' 2-3 Jensa Tórolvsdóttir (Rakul Sørensen)
Støðan eftir grundspælið og trý umfør í endaspælinum:
KÍ 45 stig
NSÍ 42 stig
HB 34 stig
Víkingur 28 stig
Komandi dystir
Sunnudagin 24. august kl. 12: KÍ - Víkingur
Sunnudagin 24. august kl. 12: HB - NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Føroysku U19 menninir í hondbólti vunnu seinasta dystin móti Tunesia, sum var um 19. plássið í kappingini
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, gjørdu Føroyar bart við góðum 7 móti 6 spæli í seinna hálvleiki, og vunnu dystin móti Tunesia um 19. plássið í HM-endaspælinum hjá U19. Úrslitið gjørdist 32-28, eftir at Tunesia var á odda 13-12 í hálvleikinum.
Tað var Tunesia, sum hevði munin fyrstu løtuna. Teir høvdu kropsliga munin, og royndu seg við góðum skotum útifrá. Føroyar komu tó spakuliga inn í dystin, og eftir at hava brent nøkur skot at byrja við, fingu okkara menn hol á. Verjan stóð eisini betri saman við einum vælleikandi Inga Johannesen í málinum. Ingi hevði ein góðan dag, og tók 41 prosent av skotunum.
Tað var eitt skot fyri bógvin, tá Lýðar í Dímun var óheppin og rakti ein tunesara í andliti og fekk reytt kort, hetta eftir 22 minuttir. Liðini skiftust um at hava leiðsluna fram til hálvleiks, tá Tunesia var frammanfyri 13-12.
Føroysku venjararnir høvdu goymt eitt sindur av taktiskum snildum til seinna hálvleik. Ávísar broytingar vóru gjørdar í bakketuni og fóru eisini yvir til at spæla 7 móti 6. Hetta hepnaðist væl og Føroyar vunnu leiðsluna aftur.
Tað var serliga um miðjan hálvleik, at okkara drógu frá og tryggjaðu dystin, áðrenn tunesar minkaðu nakað um munin beint fyri dystarlok. Úrslitið gjørdist 32-28.
Jákup Egholm var kosin besti leikari í dystinum. Jákup spældi ein framúr dyst við 10 málum. Hann skoraði upp á øll síni trý brotskøst, gjørdi mál úr horninum og fekk eisini nøkur skjótálop, sum hann setti trygt í netið
Føroyar endaðu við sigrinum fríggjadagin á 19. plássið av teimum 32 luttakandi londunum í HM-endaspælinum. Føroyar vóru í einum sterkum innleiðandi bólki, saman við Slovenia og Týsklandi, men hava tó samanlagt vunnið tríggjar dystir, spælt tveir javnar og tapt tveir.
Tað er eisini nevnivert, at Føroyar var einasta landið, sum hevði tikið stig frá Týsklandi. Spania megnaði eisini tað. Tað var í sjálvari HM-finaluni, sum endaði 27-27 eftir vanliga leiktíð. Týskland gjørdist heimsmeistari eftir longdari leiktíð og brotssparkskapping.
Danmark fekk bronsu eftir 33-31 sigur á Svøríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2025
78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár
78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár.
Hetta helt Føroya Ríðingarfelag var vert at markera, so nú heystkappríðingin var, fekk hann handað eina gávu frá felagnum.
Samstundis fekk ryssan hjá Hans Paula Poulsen eisini handa ferðasteyp fyri at hava vunnið oftast á heystkappríðingini síðani steypið var latið í 2009.
Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1. flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen, sum sat á hendan dagin. Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2. flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum.
Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki (Mynd: Føroya Ríðingafelag)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
Aftaná heystkappríðingina í Havn leygardagin, hava Sirkill úr Nólsoy og reiðkvinnan, 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus, sera góðar møguleikar at vinna FM um tvær vikur.
Tað gjørdist akkurát líka spennandi sum væntað, nú heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var leygardagin. Tað vóru einans 9 hundrandapartar av einum sekundi, ið vóru á muni millum nummar eitt og tvey á degnum millum Ranju H. Djurhuus á Sirkill og pápa Ranju, Hall Hansen á Grana, tey brúktu ávíkavist 29,39 og 29,48 sekund um teir 400 metrarnar breytin í Havnardali er. Nummar trý á gjørdist Svanna við Barbaru R. Mouritzen á baki.
Støðan í Tvíspor vaksin er nú tann at 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill, ið er heimahoyrandi í Nólsoy, hava sera góðar møguleikar at vinna FM. Undan seinastu kappingini, sum verður um 14 dagar, hevur Sirkill 21 stig, Svanna er nummar tvey við 17 stigum og Grani og Silfá eru á deildum triðjaplássið við 16 stigum. Síðani Nólsoyingur var í vælmaktini í kappróðri munnu tað ikki vera komin nógv FM heitir til Nólsoyar, so væntandi verður okkurt gjørt burturúr, um Sirkill vinnur FM um tvær vikur.
Tvíspor ung vann Thor úr Syðradali. Sólrun Lützen ríður Thor, nummar tvey var Tittan og Brynja Lützen og nummar trý Kiljan og Simona Tornby. Her hevur Thor allar møguleikar at vinna FM, hann er fimm stig undan Kiljan.
Trav vann Dropi og Lív Djurhuus, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý Doran og Fía Nolsøe. Hesi trý rossini kappast eisini um FM. Dropi hevur 19 stig, Gígur 18 stig og Doran 15 stig.
Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý Kvika og Bárður Johannessen. Stígur og Brúni dystast her um FM, Stígur hevur 24 stig og Brúni 22 stig. Tøltgreinina vann Tango og Silja G. Eystberg, nummar tvey var Sirkill og Ranja H. Djurhuus og nummar trý Brynjar og Regin Johannessen. Kappingin um FM í Tølt er millum Tango og Brynjar, teir hava ávíkavist 24 og 22 stig.
Tvær aðrar greinar vóru á degnum og Marengo vann tær báðar, tað í tvíspor vaksin 2 flokkur, tá reið Laila W. Mouritzen og so Old boys, við Halli Hansen í saðlinum. Hesar báðar greinarnar eru ikki FM greinar.
Seinasta FM-kappingin í ár verður 30. august á breytini hjá Vága Ríðingarfelag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2025
33 ára gamli Julian Gregersen hevur tikið gamla metið hjá Albert Marna Joensen, tá hann luttók í Trafford AC Grand Prix í Manchester
Týsdagin 12. august rann langteinarennarin Julian Gregersen einar framúr 1500 metrar til Trafford AC Grand Prix í bretska býnum Manchester, har hann setti nýtt føroyskt met.
Við tíðini 3:54,36 minuttir sló hann 33 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen (3:54,39), sum hevur staðið síðan 1992, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Í juni tók Julian eisini eitt annað met hjá Albert Marna Joensen, 32 ára gamla metið á 5 kilometrar á landavegi.
Les eisini: Setti met í 5 kilometra renning
Á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum gjørdi Julian Gregersen eisini ein sera góðan profil, har hann vann fleiri heiðursmerkir – m.a. gull saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í liðkappingini á hálvmaraton.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2025
Fleiri og fleiri hava fingið áhuga at súkkla, og nú hildu vágafólk at tíð var uppá at stovan eitt felag til frama fyri súkklingini
Mánakvøldið var stovnandi aðalfundur fyri at stovna súkklufelag í Vágum.
Seinastu árini hava fleiri og fleiri fingið áhugað fyri at súkkla, og nú hildu fólk í Vágum at tíð var uppá at fáa stovna eitt felag fyri súkkling í Vágum.
Fleiri súkkluáhugað vóru á stovnandi aðalfundinum hjá Vága súkklufelag, sum var hildin í Miðvági mánakvøldið.
Endamálið hjá Vága súkklufelag er at geva limum felagsins best møguligu umstøður at súkkla.
Í fyrstu nevnd felagsins eru vald Jóanis Albert Nielsen, Jana Egholm og Per Olesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
- Tað var helst ein tann størsta fjøldin, sum nakrantíð hevur verið til jarðarferð í Vesturkirkjuni, tá mín góði vinur Hákun Steingrímsson, fór til gravar
Tað var helst ein tann størsta fjøldin, sum nakrantíð hevur verið til jarðarferð í Vesturkirkjuni, tá mín góði vinur Hákun Steingrímsson, fór til gravar
Tveir av vøkru sálmum faðir hansara, Steingrím Niclasen, sála, vóru valdir til jarðarferðina. Presturin Theodor slapp væl frá góðari og viðkomandi talu. Tá Tórshavnar Mannskór yndisliga sang tveir sangir til æru fyri einum av teirra, var hátiðarligur dámur yvir sorgblíðu løtuni.
Ikki minni bergtakandi gjørdist løtan tá Ernst Remmel sjaldsama vakurt spældi írska lagi til Danny Boy, meðan kistan varð borin út. Tá var tað ikki bert eg sum feldi eitt tár á kinn, nú mín góði vinur var borin út. Hákun náddi bert 61 árum tá herviliga krabbasóttin fór við honum. Foreldrini vóru Steingrím Niclasen úr Hvalba og Annika Djurhuus í Havn. Hákun var giftur Sigrun og tey eiga børnini Tóka og Duritu. Systkini eru Hentzar, Hildur og Tóki.
Vit hittust fyrstu ferð, tá hann læs løgfrøði í Keypmannahavn og var vorðin troyttur av turrisliga lesnaðinum og spurdi um hann kundi koma at arbeiða hjá okkum á Advokatskrivstovuni, Fr. Petersensgøtu, nakrar mánaðir. Tað var gamaní hjá Halgir og mær og vit møttu einum arbeiðssomun, dugnaligum og sjaldsama dámligum manni. Longu tá hevði hann verið fyri krabbasjúku fyrstu ferð. Tað gjørdi ikki støðuna verri, at hann hevði verið eitt sindur til skips við eitt av Globalskipunum.
Hákun hevði tann hugburð, at tá tað ráddi um arbeiði, skuldi ein helst ikki hava sama arbeiðsplás ov leingi. Eini 5-6 ár helt hann var hóskandi. Útbúgvin løgfrøðingur gekk beina leiðin heimaftur, har hann fekk starv í Vinnumálastýrinum og har treivst hann væl. Hann var áhugaður í politikki, kendi seg væl og var væl dámdur. Var í starvi í fleiri ár. Sjóvátrygging hevði boð eftir honum og nýggja arbeiði við tryggingarmálum v.m. helt hann vera áhugavert og var settur í starv hjá teimum. Teir fingu ein dugnaligan og arbeiðssaman mann, sum hevði lætt við at samstarva við onnur. Har var hann í nøkur ár, tá heilt annað økið, landbúnaðurin, við Búnaðarstovuni, bjóðaði honum starv. Eisini har treivst hann væl og samstarvi við táverandi stjóran Bjørn Patursson, var fyrimyndarligt. Starvsfólki dámdu hann væl og saknaðu hann sára, tá hann gavst á stovninum. Tá MBM hevði brúk fyri nýggjum stjóra fekk Hákun starvið, sum hann, sera hegnisliga, røkti í 12 ár. Seinasta ári í starvinum var hann nógv darvaður av sjúkuni, men royndi tó til tað síðsta at røkja sítt starv samvitskufult og við virðing, sum vøkru minningarorðini hjá MBM bera boð um á teirra Facebook-síðu.
Áhugamálini vóru nógv hjá Hákun. Presturin rakti seymin á høvdi tá hann nevndi, at eitt lindiseyðkenni var dyrvi og ferð. Emil úr Lønneberg, ganga við 10. Tí søkti hann, áðrenn løgfrøðilesturin inn sum flogskipari hjá danskas loftvápninum og varð góðkendur gjøgnum hørðu royndirnar, bæði likamliga og sálarliga. Eg síggi hann fyri mær sum flogskipara á einum F35 flogfari. Oh harra gud det lamterilsi hevði verið av honum.! Hví hann hálsaði um og fór til løgfrøðina, fekk eg ongantíð burturúr honum.
Nú er røddin tíverri tagnað.
Røddina hevði hann góða og var góður kvøðari. Seinnu árini meldaði hann seg til Tórshavnar Manskór, sum vísti honum heiður við at syngja yvir honum.
Ítróttur fylti eisini nógv hjá honum og B36 stuðlaði hann bæði so og so. Seinnu árini var hondbóltur eisini á skránni; helst tí, at tað gekst landsliðnum so væl og Hákun helt, at hetta eisini hevði ávirkan á føroyskan hugburð, at føroyingar kundu klára seg, eisini sum fólk og sjálvstøðug tjóð.
Eg sakni, at vit ikki fara á flot aftur saman, ongin skjótitúrur eftir skarvi ella svartfugli, einki talv, einki pokerspæl og eingin kenning av góðum single malt whisky, men mest av øllum tað góða vinarlagi.
Góða Sigrun, Tóki og Durita størst er sorgin hjá tykkum. Mín vón er, at tey góðu minni tit hava um Hákun, hjálpa tykkum gjøgnum sorgina. Somuleiðis til systkinini Hentzar, Hildur og Tóka.
Magnus
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald