Føroyar í heimsflokki við talgildum samleika
Fyrstu tvær vikurnar hava fleiri enn 4.000 fingið sær Samleika, meðan nøkur hundrað framvegis bíða eftir at verða avgreidd, og hetta er leiðslan á Talgildu Føroyum væl nøgd við
Leygardagur 14. november 2020 | Nr. 5 | Árgangur 1 | Kr. 0,00
Fyrstu tvær vikurnar hava fleiri enn 4.000 fingið sær Samleika, meðan nøkur hundrað framvegis bíða eftir at verða avgreidd, og hetta er leiðslan á Talgildu Føroyum væl nøgd við
SíÐa 4
SíÐa 15
SíÐa 11
SíÐa 13
SíÐa 29
SíÐa 18
Góðan lesihug - og gott Vikuskifti
“Drápið er endað so stillar nú bróta - bylgjurnar aftur, men brotið er reytt” yrkti Mikkjal á Ryggi í vísuni um grindadráp.
Um henda myndin kann kann brúkast um tað, ið hendir í kjalarvørrinum av kommunuvalinum, skal verða ósagt. Men ein sannroynd er, at dramatikkurin nógva staðni hevur verið stórur.
Sum skilst, var ongin snýttur, meðan sovið varð so søtan, sum onkuntíð fyrr er hent. Men tað eru tey, sum hava sitið við nógvari makt nú í minst fýra ár, sum mugu ásanna, at valdið er tapt. Hjá summum teirra hóast tey fingu dyggan stuðul frá veljarunum.
Men soleiðis virkar fólkaræðið nú einaferð. Fimm fólk við 20 atkvøðum í part hava í felag størri vald enn ein persónur við 99 atkvøðum.
Tað mátti borgarstjórin í Vági – yvirborgarstjórin, tí hann var formaður í Kommunufelagnum – eisini sanna á valkvøldinum. Hann fekk dygga undirtøku, men tá ein ikki fær meirilutan, so ræður mann ikki.
Í størstu kommununi í landinum var ongin dramatikkur hesaferð. Undanfarni borgarstjórin og hansara stuðlar fingu fulla undirtøku at reka kvinnuna, sum leyp frá undirskrivaðari avtalu fyri fýra árum síðani, á dyr. Meira er ikki at siga um tað. Kontant avrokning, og annað var ikki væntandi.
Men løgnasta telvingin eftir valið hendi tó í næststørstu kommuni, í Klaksvík.
Fólkaflokkurin fekk dygga undirtøku frá veljaranum, men tók ikki við leiðsluni. Ein óvanliga undarlig støða hjá einum flokki, sum seinastu valini – tá hugsa vit um løgtingsval eisini – hevur fingið nógv størstu undirtøku millum fólkið.
Hesaferð avreiddi flokkurin ístaðin borgarstjórasessin til ein flokk, sum hevur verið eitt einki í kommunalpolitikki í fleiri valskeið. Tað var ein merkilig avgerð. Sýslumaðurin er settur at stýra, og toppskorarin á valinum fekk tað at ljóða, sum fór sýslumaðurin at dansa eftir hansara pípu og gera júst sum Fólkaflokkurin sigur. Tað er nú ikki vist.
Tað má metast sum ein politiskur brølari av teimum heilt stóru, at Fólkaflokkurin ikki undan valinum hevði gjørt sær greitt hvør var teirra borgarstjórakandidatur. Heilt víst eisini snópisligt fyri tey á listanum, sum ikki fingu møguleikan í boði, tá toppskorarin nú ikki vildi taka av avbjóðingini.
Ein kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu nógv øðrvísi úrslitið hevði verið, um ungi toppskorarin frá seinasta løgtingsvali og triðvaldi á listanum á kommunuvalinum seinast, hevði stillað uppaftur til kommunuvalið.
Fyrstu tvær vikurnar hava fleiri enn 4.000 fingið sær Samleika, meðan nøkur hundrað framvegis bíða eftir at verða avgreidd, og hetta er leiðslan á Talgildu Føroyum væl nøgd við
Við nýggja Talgilda Samleikanum og einum Tænastuportali, Vangin, hava Føroyar lagt grundina undir, at vit kunnu samanbera okkum við tey lond, sum veita bestu og tryggastu talgildu loysnir til sínar borgarar. Hetta sigur Nicolai M. Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, ið setti skipanirna í verk 27. oktober í ár.
- Vit eru sera væl nøgd við hesar fyrstu tvær vikurnar. Loysnirnar hava sum heild virkað væl higartil, og vit fegnast um góðu móttøkuna millum borgararnar, sigur verkætlanarstjórin í Talgildu Føroyum.
Hann heldur, at tað var ein røtt politisk avgerð, sum var tikin í 2014, at Føroyar skuldu fara undir at gera egna talgilda skipan.
- Sjálvandi skulu vit hava okkara egnu skipan, har vit hava fult ræði á hesum øki, ið er so grundleggjandi fyri eitthvørt samfelag, sigur Nicolai M. Balle.
Talgildu Føroyar hevur samstarvað við fyritøkur og myndugleikar, sum hava ment skipanirnar í Danmark og Estlandi, ið bæði eru millum tey fremstu lond á hesum økinum.
- Vit hava hugt eftir londum, sum vit meta hava bestu loysnirnar, so tað er ikki tilvildarligt, at tað gjørdust tey bæði londini, sum vit hildu okkum upp ímóti, sigur Nicolai M. Balle.
Hann vísir á, at Estland er ein sólskinssøga, tá ræður um talgilding.
- Eftir sjálvræðið, sum landið fekk frá Sovjetsamveldinum fyrst í nítiárunum, mátti alt byggjast upp frá nýggjum. Vit hava latið okkum inspirerað av teirra tankagongd og prinsippum, tá ræður um talgilding. Okkara samskiftispallur, Heldin, ger tað lætt og skjótt at knýta kt-skipanir saman, samstundis sum trygdin og próvfesti er ein styrki í hesari loysn, sigur verkætlanarstjórin.
Bileigaraskifti løtt at avgreiða
Hvat er tað, vit hava fingið við talgilda samleikanum?
- Talan er um eitt samleikaprógv til allar borgarar við eini tryggari innritan, har eingin ivi er um, hvør ein er, tá ritað verður inn. Harumframt fevnir Samleikin eisini um eina talgilda undirskrift, ið hevur sama rættarliga virknað, sum ein hondskrivað undirskrift. Undirskriftin verður brúkt eitt nú í sambandi við tinglýsing, størri flytingar í bankum, at gera eitt bileigaraskifti og so framvegis, har møguleiki er fyri at undirskriva skjøl gjøgnum skipanina. Tað er ein rættiliga stór umsiting hjá Akstovuni at gera bileigaraskifti millum keyparar og seljarar, so við at leggja hetta út á netið, har partarnir sjálvir kunnu avgreiða tað, sleppur Akstovan nærum undan at nerta sjálva søluna. Vit hava at gera við eini 10.000 bileigaraskifti um árið, so tað sigur seg sjálvt, at hetta verður ein stórur lætti at avgreiða hesi mongu eigaraskiftini. Samstundis hevur tú sum bileigara møguleika fyri neyvt at fylgja við tínum bilviðurskiftum, sigur stjórin í Talgildu Føroyum.
Tá ræður um kt-trygd, er trygdin sum heild vorðin betri við hesi skipanini?
- Tað er eingin ivi um, at tað mest avgerandi í eini slíkari skipan við Samleika og Tænastuportali, er kt-trygd, og tí hava vit sett yvirleggjaran av krøvum til skipanina ógvuliga høgt. Millum annað skal skipanin liva upp til alla ES-lóggávu á økinum, og tað ger hon nú, eftir at vit hava latið okkum grannskoðað haðani. Umframt at loysnin við hesum gerst trygg, letur hetta eisini upp fyri, at Samleikin kann nýtast av føroyingum at avgreiða talgildar tænastur í ES-londum. Til dømis fer Samleikin at kunna nýtast til at søkja um upptøku á útlendskum lærustovnum og søkja sær SU úr Danmark, har tað hjá føroyingum hevur verið heldur trupult, tí vit frammanundan ikki hava Nem-id. Somuleiðis tá ræður um skattaviðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Viðvíkjandi heilsuørindum verður eisini lættari at fáa fatur á journalum og øðrum í tí sambandi.
Er skipanin fult útbygd?
- Grundkjarnan í sjálvum Samleikanum og Tænastuportalinum er fult útbygd, so nú ræður bert um at økja um útbreiðsluna. Tað vil siga, at vit fáa fulla nyttu av skipanini, har hon verður brúkt breitt í samfelagnum av so at siga øllum tænastuveitarum, sum krevja eina ávísa trygd. Í fyrstu atløgu fer hetta inn og avloysir tær skipanir, sum frammanundan hava brúkt Mín Lykil, so vit hereftir kunnu fara undir at fasa lykilin út. Talan er um Borgaragluggan og Vinnugluggan hjá Taks, Mín Rokning hjá Elektron og norska tryggingarfelagið, Gjensidig, ið veitir nógvum føroyingum heilsutrygging, og so Vangan hjá okkum sjálvum. Tíðliga næsta ár koma peningastovnarnir við í skipanina, og somuleiðis hava vit samband við tryggingarfeløg, pensjónsfeløg og telefyritøkur, sum væntandi eisini koma upp í komandi ár. Ambitiónin hjá okkum er at fáa allar tænastuveitarar inn í skipanina, sum krevja eina ávísa trygd fyri sínum veitingum. Talan er um eitt nýtt infrakervi innan kt-økið, sum kann samanberast við okkara ferðsluviðurskiftini. Tunnilin ella tunlarnir eru gjørdir, og nú ræður bara um at fáa ferðsluna og bilførarnar at koyra tann vegin.
Verulig ferð á næsta ár
Høvdu tit vænta betri ella verri undirtøku fyri skipanini hesa fyrstu tíðina, síðani tit fóru í luftina?
- Undirtøkan er størri enn væntað. Sjálvandi eru tað flest, sum koma fyrstu dagarnar, og so dalar talið eitt sindur og leggur seg á eitt javnt støði. Talan verður um eina leypandi tilgongd teir komandi mánaðarnar, men vit vænta, at verulig ferð kemur á, tá bankarnir fara at brúka Samleikan til sínar netbankar.
Eru Føroyar við hesi skipanini fluttar upp í bestu deildina, tá ræður um almennar, talgildar skipanir?
- Tað meti eg avgjørt, at vit eru. Við Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum flyta vit okkum ógvuliga skjótt móti støðinum hjá eitt nú Danmark, sum tvær ferðir er útnevnt sum landið við heimsins bestu talgildu tænastum til borgarar, vinnu og myndugleikar.
Hvat kanst tú sum heild siga um trygdina á netinum, og tann atburð vit sum brúkarar hava har, og hvussu vit best verja okkum?
- Tað kunnu setast í verk nógvar tryggar skipanir, men um brúkarin ikki uppførir seg rætt og skynsamt, tá hann ferðast í talgilda heiminum, eru øll hesi trygdarátøk til fánýtis. Til dømis er tað týðandi at minnast, at loyniorð eru persónlig og skulu tí ikki deilast við nakran. Tað má ein ongantíð gera. Talgildi heimurin er enn so nýggjur, og tú kanst siga, at okkum framvegis manglar eitt talgilt dannilsi. At vit læra okkum ferðslureglurnar á hesum økinum. Tað eigur at vera sett inn allastaðni. Líka frá fólkaskúlanum, har vit pota hetta inn í børn okkara, hvat rættur atburður er á netinum, sigur Niclolai M. Balle, verkætlanarstjóri á Talgildu Føroyum.
Samleikin fingið altjóða góðkenning
Fleiri kommunur hava gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Tann seinasta var Runavíkar kommuna. Frammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, Vága-, Sørvágs-, Sunda- og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar, sum merkir, at tær fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum.
Sambært Talgildu Føroyum er ein skipað og miðsavnað talgilding við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum. Við avtalunum við kommunurnar fáa meira enn 35.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. Afturat áður nevndu kommunum hava Vágs-, Viðareiðis-, Kunoyar, Skúvoyar og Fugloyar kommuna boðað frá, at tær eru sinnaðar at gera avtalu við Talgildu Føroyar, og samskifti er við tær flestu av írestandi kommununum.
Í oktober fekk Talgildu Føroyar altjóða góðkenning sum ein álítandi veitari av talgildum tænastum, vanliga nevnt Trust Service Provider. Hetta merkir, at Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tí tøkniliga og fyriskipanarliga økinum.
Talgildi Samleikin er fyrst og fremst gjørdur sum ein app til telefonir og teldlar.
Fakta
- um kt-skipanina Heldin
Talan er ikki bert um eina kt-skipan, men eitt tøkniligt undirstøðukervi og fyriskipanarligan karm, sum ger tað møguligt at hava eitt trygt, skipað og bronglað dátusamskifti. Heldin tekur sær av dátum, sum verða fluttar millum telduskipanirnar hjá stovnum og fyritøkum. Skipanin kann samanberast við eitt postflutningsfelag, sum ber brøv millum tveir partar uttan at kanna innihaldið í brøvunum, og syrgir fyri at brøvini ikki enda hjá óviðkomandi móttakarum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Ein av kommunum, sum tíðliga í 2019 gjørdi av at vera við í verikætlanini Talgildu Føroyar, er Sunda kommuna, sum hevur sett pening av til endamálið í trý fíggjarár á rað. Somuleiðis hevur Nes kommuna gjørt av at vera við í talgildu skipanini, sum borgarstjórin sær sum ein slóðbrótandi, framkomnan og nýmótans pallur at virka á
Við at gerast partur av Talgildu Føroyar kann Sunda kommuna fara undir at menna tænastur til skipanina.
- Vit síggja tað sum ein fyrimun, at borgarin kann avgreiða so nógv av sínum ørindum talgild og á einum stað sum gjørligt. Fyrimunurin fyri Sunda kommunu er, at vit kunnu menna og miðsavna okkara talgildu tænastur á einum tryggum portali, har tað ígjøgnum samleikan fæst váttan fyri, hvør viðkomandi er, ið brúkar tænasturnar. Um vit fáa knýtt hetta saman við okkara skipanum, so slepst undan manuellari skráseting, sigur Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.
Hann vísir á, at tað eisini er avtalað, at Sunda kommuna ikki skal rinda fyri atgongd ella rakstrargjald tvey tey fyrstu árini, eftir at loysnirnar eru settar í rakstur. Somuleiðis fær kommunan nakrar tænastur mentar á Vanganum uttan kostnað.
- Vit gjørdust partur av Talgildu Føroyum í september 2020, og tí eru fyrireikingarnar enn á byrjunnarstøði. Enn kunnu vit ikki bjóða nakra tænastu á Vanganum, men vit ætla tó at byrja at menna okkurt tíðliga í komandi ári.
Ókeypis í fyrstu atløgu
Umframt avtaluna við Talgildu Føroyar um at menna nakrar tænastur uttan kostnað, ætlar kommunan at seta nakað av peningi av til hetta í 2021.
- Tórshavnar kommuna hevur ment nakrar tænastur, og tað er mín vón, at hinar kommunurnar, ið eru við í verkætlanini, og við hjálp frá høvuðsstaðarkommununi, saman kunnu menna nakrar av teimum grundleggjandi tænastunum, sigur Jóannes A. Prestá.
Hann væntar, at kommunan í fyrstu atløgu fer at flyta nakrar av teimum tænastunum, sum liggja á kommunalu heimasíðuni, yvir á Vangan. Eitt nú umsóknir um barnaansing, bátapláss og byggiloyvi.
Ætlanin er, at borgararnir í Sunda kommunu umvegis Vangan kunnu avgreiða alskyns tænastur og somuleiðis senda mál inn gjøgnum vangan.
- Okkara visjón er, at borgarin á Vanganum altíð skal síggja, hvar eitt mál liggur, soleiðis at kunningin altíð er í hásæti og verður raðfest hareftir, sigur Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu
Frambrot við stórum samfelagsvirði
Í Nes kommunu sær borgarstjórin fyri sær, at tað nú verður lættari at veita borgarunum eina skjóta og góða tænastu. Bæði til gleði fyri borgaran sjálvan, men eisini fyri at gera umsitingina hjá kommununi lættari.
- Nú dróg tað eitt sindur út við Talgildu Føroyum, men næst eftir Tórshavnar kommunu vóru vit tann næsta kommunan, sum kom við í verkætlanina, og síðani eru fleiri komnar afturat. Vit fara nú undir at fyrieika skipanir, sum kunnu knýtast í Vangan, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.
Hann sær fyri sær, at tað verða umsóknir av ymsum slagi, viðgerð og umsiting av grundøkjum, byggiloyvir, ansingarpláss, bátapláss, kvøldskúli og annað, sum í høvuðsheitum vera tær tænastur, ið verða knýttar at Vanganum hjá Talgildu Føroyum.
- Eg haldi, at Talgildi Samleikin og Vangin eru eitt stórt frambrot fyri føroyska samfelagið, sum fer at bøta munandi um samskiftið millum almennar myndugleikar, tænastufyritøkur og borgaran á einum slóðbrótandi, framkomum og nýmótans palli. Samfelagsgagnliga fer hetta at fáa eitt sera stórt virði fyri Føroyar, sigur fráfarandi borgarstjórin í Nes kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Seinastu fimm árini hevur verið arbeitt við at gera eitt føroyskt undirstøðukervi fyri talgildar tænastur. Hetta er nú eru veruleiki og gevur brúkaranum eina og somu hurð til allar sínar dátur. Talan er millum annað um ein vanga, sum vit kenna tað frá eitt nú Facebook, har dáturnar liggja á einum og sama staði. Sostatt verður ikki neyðugt at fara á heimasíðuna hjá viðkomandi stovni ella fyritøku, sum brúkarin skal greiða síni ørindi hjá
Visjónin hjá Talgildu Føroyum er, at so gott sum allar almennar tænastur kunnu røkkast og avgreiðast umvegis tænastuportalin í skipanini við Talgilda Samleikanum. Eitt nú tá ræður um Akstovuna, kann brúkarin síggja koyrikortið hjá sær, eins og tey akfør viðkomandi hevur átt gjøgnum árini og nú eigur.
Somuleiðis fara allir teldupostar frá tí almenna at liggja á tænastuportalinum, eins og avtalur við tað almenna. Eitt nú, nær bilurin skal til sýn, ella nær ein skal møta til eina kanning ella viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Talan er bæði um fastar avtalur og avtalur, sum kunnu broytast. Til dømis ber til at biðja um eina aðra tíð til bilsýn.
Tænastuportalurin fer at minka um avgreiðslutíðina hjá tí almenna, men tað fer framvegis at bera til at møta upp á stovninum og fáa síni viðurskifti avgreidd har.
- Øll sum vilja, kunnu brúka hesar loysnirnar, men tað er ikki nakað krav. Bæði Samleikin og Tænastuportalurin eru sjálvboðin at brúka, sigur Nicolai M. Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.
Leypandi fara at koma fleiri og fleiri stovnar inn í skipanina, og sum frálíður eisini nógvar fyritøkur, væntar verkætlanarstjórin.
Umframt Akstovuna stilla eitt nú Taks, Studni, Almannaverkið, ílegusavnið, Umhvørvisstovan og Tórshavnar Kommuna sum tey fyrstu sínar dátur út á tænastuvangan, ið eisini er gjørd sum ein app.
Fakta
- um Talgilda Samleikan
Samleikin, sum varð tikin í nýtslu í Føroyum síðst í oktober, fer sum frá líður at kunna brúkast uttanlands, eins og útlendingar fara at kunna brúka sín egna talgilda samleika í Føroyum. Nógvir føroyingar avgreiða javnan persónlig viðurskifti í útheiminum. Eitt nú sjómenn við útlendskari pensjón og lesandi, ið søkja studning. Hetta fer at gera tað lættari og meira álítandi at fáast við talgild viðurskifti uttanlands.
Góðkenning og váttan er komin frá grannskoðaravirkinum, BSI Group, sum fyrr í ár vitjaði í Føroyum og tryggjaði, at allir partar av Samleikanum lúka høgu krøvini í standardinum á økinum, nevndur ETSI 319 411-1.
Talgildu Føroyar er í løtuni í samstarvi við danska Digitaliseringsstyrelsen um at fáa Samleikan góðkendan í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Við nýggju persónsdátalógini, sum kemur í gildi frá ársbyrjan, fær borgarin rætt til at vita, hvat hann er skrásettur fyri hjá tí almenna. Við Talgilda Samleikanum hjá Talgildu Føroyum verður samleikin hjá hvørjum einstøkum borgara tryggjaður. Sambært Ílegusavninum er hetta tí ein góð loysn hjá savninum at geva hvørjum einstøkum borgara møguleika fyri sjálvur at síggja eins egnu skrásettu upplýsingar
Ein av stovnunum, har tey fegnast um at hava fingið nýggju skipanina við Talgildum Samleika, er Ílegusavnið í Havn. Savnið varðar av trimum skráum, sum eru ættarbandsskrá, diagnosuskrá og vevnaðarskrá.
Spurd um, hvat tey rokna við at fáa burtur úr nýggju skipanini, og hvussu tey hava fyrireikað seg til hana, sigur stjórin á Ílegusavninim.
- Vit hava samstarvað við Talgildu Føroyar, har størsti parturin av fyrireikingini hevur verið at menna eitt forrit til endamálið, sigur Guðrið Andorsdóttir.
Stjórin vísir á, at endamálið við nýggju tænastuni er, at borgarin skal síggja, hvørjar upplýsingar Ílegusavnið hevur um viðkomandi.
- Vit byrja í stigum og eru farin á Vangan við Ættarbandsskránni, men ætlanin er, at borgarin eisini skal síggja egnar upplýsingar úr hinum skráunum, sum vit varða av. Næsta stig er at fáa eina tilmeldingarskipan til FarGen-verkætlanina tøka á Vanganum, soleiðis at tilmelding og samtykki kann gerast talgilt. Triðja stig er at fáa dátur, sum eru knýttar at ymsu ílegugranskingarverkætlanunum tøkar. Hetta soleiðis, at borgarin fær eitt yvirlit yvir, hvørjum verkætlanum tey møguliga luttaka í. Um tey ikki luttaka í nøkrum, er sjálvandi einki skrásett í tí sambandi, sigur stjórin í Ílegusavninum.
Hon vísir á, at Ættarbandsskráin er tøppað inn manuelt, og stórur partur av henni er ikki rættlisin. Skráin á Vanganum er tó ment á tann hátt, at borgarin kann gera rættingar, sum sjálvandi skulu skjalprógvast, og síðani kannar Tjóðskjalasavnið, um rættingin kann fremjast. Hetta fer sambært Ílegusavninum at hækka um virðið av skránni.
Betri, skjótari og tryggari
Á Ílegusavninum ivast tey ikki í, at tað verður ein góð tænasta, sum Ílegusavnið framyvir fer at kunna veita borgarunum í mun til tað, sum higartil hevur verið galdandi.
- Hetta er bæði ein betri, skjótari og tryggari tænasta, tí upplýsingarnar eru tøkar á Vanganum, og borgarin sær bert upplýsingar, ið eru tengdar at honum sjálvum. Tað verður ikki neyðugt hjá okkara starvsfólkum at leita fram upplýsingar, sum bæði tekur tíð, og har vandi er fyri, at feilir kunnu kom í, tí onkur skal sita og gera hetta manuelt, sigur Guðrið Andorsdóttir.
Fyribils er Ílegusavnið byrjað við at leggja út Ættarbandsskránna á Vangan í skipanini, har borgarin sær sína egnu ætt í beinari linju aftureftir. Tó ber bert til at síggja nøvnini á teimum, sum eru omanfyri 100 ár.
Ílegusavnið brúkar eisini tænastur frá øðrum stovnum, sum til dømis Umhvøvisstovuni, har upplýsingarnar koma beinleiðis til savnið umvegis kt-skipanina, Heldin. Hendan skipanin er tøkniliga undirstøðukervið undir allari skipanini við Talgilda Samleikanum og Vanganum hjá Talgildu Føroyum, eisini nevndur Tænastuportalurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Hilmar Augustinussen, kt-røktari, var skjótur at fáa sær Talgilda Samleikan og Tænastuportalin á snildfonina, tá hetta gjørdist møguligt. Hann letur væl at nýggju talgildu skipanini, ið flestu føroyingar sum frálíður fara at brúka
Spurdur um, hvat tað er fyri ein skipan, sum vit føroysku borgarar hava fingið frá Talgildu Føroyum, sigur Hilmar Augustiussen, kt-røkari og brúkari av skipanini, at tað er eitt trygt loyniorð, sum ein kann hava fult álit á. Talan er um ein portal, ið kann vísa eitt ótal av tænastusíðum fyri borgarunum.
- Framyvir verður ikki neyðugt at minnast 10 ymisk loynirð, sum er galdandi fyri nógv av okkum í dag. Eitt nú er atgongd til sjálvgreiðslu hjá Akstovuni, tá ræður um sýn av bilum, bileigaraskifti, spurningum viðvíkjandi koyrikorti og so framvegis. Eisini er Studni við á Vanganum, har til ber at søkja sær lestrarstuðul, eins og kommunur við økjum sum barnaansing, bátaplássum, byggiloyvum og mongum øðrum bjóða sínar tænastur fram har.
Hilmar Augustinussen vísir á, at við Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum verður alt sum frálíður savnað á einum staði, har brúkararnir í størst møguligan mun kunnu avgreiða øll síni viðurskifti sjálvir.
Upp á spurningin hvussu trygdin er í eini slíkari skipan, svarar kt-røktarin.
- Skipanin byggir á nakað, sum tú hevur og nakað, sum tú veitst og hevur lagrað í høvdinum. So um tú ikki sigur nøkrum títt loyniorð, skuldi tann parturrin verið 100 prosent tryggur. Forritið aftanfyri skipanina er OpenSource, so um onkur feilur er í, eru tað milliónir av brúkarum, ið kunnu varskógva um, at okkurt ikki er, sum tað eigur at vera.
Hilmar Augustinussen vísir á, at tað sum ger føroysku skipanina serliga trygga er, at hon bara er eitt portur til allar pallarnar, sum tú fært atgongd til. Dáturnar liggja ikki sentralt, sum tær gera í flestu øðrum skipanum av slíkum slagi aðrastaðni, men desentralt.
- Tú kann samanbera tað við, at fyri tað um tú sleppur í land í Nolsoy, so sleppur tú ikki bara uttan víðari inn í húsini harúti, tá tey eru stongd, sigur Hilmar Augustinussen, kt-røktari, sum sær fram til, at eisini peningastovnarnir koma upp í skipanina við teirra netbankum næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Eyð Mohr úr Fuglafirði kom í gjøgnum í Gekkinum við fullari plátu
Eyð Mohr úr Fuglafirði gjørdi kuppið fríggjakvøldið, tá hon kom í gjøgnum í Gekkinum við fullari plátu.
Gekkurin var 800.000 krónur, og Eyð valdi at deila vinningin í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.
Og hon vann. Í fyrsta snari lendi hon á 10.000 krónum, men valdi at royna eydnuna einaferð afturat. Rætt gjørdi hon, tí í øðrum snari lendi hon á gula leypinum, sum gav henni 300.000 skattafríarkrónur.
- Ja, eg sigi takk fyri, vóru stuttu boðini frá einari glaðari Eyð Mohr.
Næsta fríggjadag er Gekkurin 600.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Løgmaður ynskir ikki at herða møguleikarnar at seta forboð í gildi við lóg
Mánadagin kunngjørdi løgmaður, at nýggjar leiðreglur eru galdandi við innferð til Føroya fyri at byrgja upp fyri, at koronasmittan, sum í vaksandi mun herjar londini kring um okkum, eisini fer at økjast ógvusliga í Føroyum.
Men enn eru ongar ætlanir um at herða eitt nú epidemilóggávuna, so at tilmælini kunnu upphevjast til lóg við heimild at revsa tey, sum ikki halda tilmælini.
Einasta undantak er skipanin, sum var í gildi í summar, har landsstýrismaðurin við vinnumálum kundi nokta skeinkistøðum at hava leingi opið um kvøldarnar.
- Tann lóggávan er farin úr gildi aftur, men vit hava lagt uppskotið fyri tingið aftur, so møguleiki verður at steingja skeinkistøð aftur, um tað verður mett neyðugt, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum.
Serlig áheitan til útisetarnar
Høvuðsboðskapurin mánamorgunin var ein áheitan til føroyingar – og serliga tey, ið ætlar sær heim til jóla – um at vísa varðsemi og fylgja leiðreglunum um at lata seg kanna tríggjar dagar áðren heimferð, við heimferð og aftur seks dagar eftir heimferð.
Leiðreglurnar, sum vit annars hava liva eftir í nú átta mánaðir – her verður hugsað um spritting, reinføra og frástøðu – vórðu næstan ikki tikin upp á tungu á tíðindafundinum.
Hetta tí at vit føroyingar hava dugað rættiliga væl at liva við smittuvandanum, vístu løgmaður, landsstýrismaðurin og læknafakligi ráðgevin á. Nú ræður um at ‘seta inn’ við markagrindirnar, og tað er ferðafólkini við Atlantsflog og Smyril Line.
Líta á donsku ásetingarnar
Upp á fyrispurning um hvat gjørt verður við serligu, nýggju, hóttanina, ið er uppstaðin í Norðurjútlandi, og nærum hevur stongt allan landslutin av, segði løgmaður, at ongi serlig tiltøk eru sett í verk.
- Vit ansa væl eftir. Tey ferðandi fáa boð um at koyra ígjøgnum Norðurjútland uttan at støðga á, og annars seta vit okkara álit á tey strongu krøvini, sum donsku myndugleikarnir hava sett í verk viðvíkjandi Norðurjútlandi, segði løgmaður.
Viðvíkjandi kanning á sætta degi segði løgmaður, at frá í dag av er ein serlig skipan sett í gildi hjá flutningsfeløgunum, so at tey ferðandi á fimta degi eftir komu fáa eina áminning um at fara at lata seg kanna á sætta degi.
Gera tey ikki tað, so kanska tey fáa eina áminning afturat, segði løgmaður og vísti á, at flutningsfeløgini ikki fáa upplýsingar um hvør er smittaður.
Byggir á álit og ábyrgd
Viðvíkjandi óvarna atburðin, sum føroyingar í veitslulag hava sýnt hesa seinastu tíðina um vikuskiftini, har løgreglan hevur staðfest, at leiðreglur og áheitanir um tættleika, savningarmongd og upplatingartíðir als ikki hava verið yvirhildnar, segði løgmaður, at hann framvegis ikki hevur ætlanir um at seta lógartiltøk í verk.
- Tað er av týdningi, at tilmælini verða tikin í størsta álvara. Men vit ætla ikki at herða lóggávuna fyri at fáa fólk at halda hesi tilmæli. Tí vit síggja í grannalondum okkara, sum hava stongt náttarlívið við lóg, at smittan kortini spjaðist. Tí er tað betri at byggja skipanina á álit á borgaran og ábyrgd hjá hinum einstaka, segði løgmaður á tíðindafundinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Hósdagin undirskrivaðu Føroyar og USA partalagsyvirlýsing um økt samstarv
- Hetta man vera ein av mínum størstu løtum í mínum landsstýrisskeiði higartil viðgongur ein fegin men eyðmjúkur Jenis av Rana, nú hann saman við umboði fyri amerikansku stjórnina júst hevur undirskrivað partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA.
Hetta hendi í Norðurlandahúsinum hósdagin, har amerikanska sendikvinnan í Danmark eisini var tilsteðar.
Partalagsyvirlýsingin er við til at seta framtíðar samstarv millum Føroyar og USA á dagskránna í framtíðini. Hon markar byrjanina til styrkt samstarv millum londini á økjum, sum hava felags áhuga.
Í yvirlýsingini viðurkenna londini, at tey hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og í Arktis, og eru tilvitandi um sterkt partalag, grundað á felags aðalreglur og virði, sum m.a. fevna um virðing fyri rættartrygd, mannarættindum og virðunum á fríum marknaði.
Undirstrikað verður so eisini, at partarnir vilja halda seg til aðalreglur um javnrættindi, gjøgnumskygni, álit og sínámillum virðing.
Gingið óvanliga skjótt
- Eg hevði ikki droymt um, at tað skuldi ganga so væl og so skjótt, nú bara fýra mánaðir eru síðani, at málið varð tikið upp. Tað var á fundi við amerikansku sendikvinnuna í Danmark, Carla Sands, um mánaðarskiftið juni-juli, at eg spurdi til møguleikan at taka sambandið millum USA og Føroyar frá einum diplomatiskum upp á eitt politiskt støði.
- Fáar vikur seinni vóru vit saman við amerikanska uttanríkisráðharranum, Mike Pompeo, har hann í veruleikanum gjørdi hetta samstarv til eitt evni á tíðindafundinum. Og nú so stutt eftir sita vit so og skriva undir eina avtalu, tí tey í Washington bóru seg so skjótt at, tí tey ynsktu at fáa arbeiðið gjørt. Eg má siga, at eg eri ovfarin av, hvussu skjótt og væl er arbeitt.
Jenis av Rana vil annars ikki taka nakað ávíst mál fram í yvirlýsingini, sum hevur hansara serstaka áhuga. Hann heldur alla yvirlýsingina sum hon er vera týdningarmikla, nú hon fevnir um so mong ymisk málsøki. Hon nemur nevnilga við øll hugsandi øki, har vit kunnu fara at samstarva í framtíðini.
Norðurhøv og Arktis
Um tað er støðan í Arktis, sum hevur skundað undir avtaluna, sigur Jenis av Rana:
- Eg kundi ímyndað mær, at viðurskiftini í Norðurhøvum og tað, sum fer fram í Arktis, hevur gjørt sítt til, at henda avtalan er vorðin veruleiki.
Uppá fyrispurning um tíðindini herfyri um møguleikan hjá amerikonskum skipum at brúka føroyskar havnir í framtíðini eisini rúmast í hesi nýggju partalagsyvirlýsingini sigur Jenis av Rana, at hetta er eitt heilt annað mál, og hevur einki við umrøddu lýsing at gera.
- Tað er so ikki ætlanin í hesum sambandi. Vit hava í tí sambandi havt vitjan av einum amerkanskum admirali, og tað er so eitt heilt annað ráð, sum arbeiðir við tí og óivað eisini saman við dønum. Danski verjumálaráðharrin skuldi koma á vitjan í Føroyum fríggjadag, men vegna veður er vitjanin útsett. Eg trúgvi, at tann vitjanin hevði meira snúð seg um at tosa um tey viðurskiftini t.d. um maritima tænastudepilin og radaran. So tað er líkasum eitt heilt annað øki, sum eg rokni við landsstýrið fer at taka upp. (Sí eisini samrøðu við amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran í grein á Portalinum seinni)
Føroyar og USA undirskriva partalagsyvirlýsing millum londini í Norðurlandahúsinum hósdagin (Mynd Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Hósdagin lat upp nýtt kapittul í samstarvinum millum Føroyar og USA, tá partalagsyvirlýsing varð undirskrivað í Norðurlandahúsinum
- Eg trúgvi, at Jo Biden, forseti fer at vera eins góður vinur hjá Føroyum, sum Trump forseti hevur verið tað. Hetta sigur amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin, Michael J. Murphy við Portalin, eftir at hava sett sína undirskrift á spildunýggju partalagsyvirlýsingina millum Føroyar og USA.
Hetta hendi í Norðurlandahúsinum hósdagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum umboðaði Føroyar á hesum hátíðarkenda degnum, har eisini amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, luttók.
Amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin sigur við Portalin, at hóast avtalan er undirskrivað, meðan Trump framvegis er forseti, so fer USA at hava tætt samstarv við Føroyar uttan mun til hvør umsiting er í Washington og hvør er forseti.
- Eg trúgvi, at samstarvið fer at verða ment hvør enn hevur leiðsluna í Hvítu Húsunum, antin tað so eru republikanarar ella demokratar. Vit fara at byggja víðari á tað vit í dag hava undirskrivað, sigur Michael J. Murphy, sum heldur fram:
Jenis av Rana, landsstýrismaður takkar USA fyri at vilja menna samvinnuna við Føroyar, her í Norðurlandahúsinum hósdagin, har umboð fyri Uttanríkisráðið og amerikonsku sendistovuna í Danmark eisini vóru tilsteðar (Mynd Jan Müller)
- Fyri meg sjálvan er hetta ein stórur dagur, tí hetta gevur mær í mínum arbeiði møguleikan fyri at vera við til at byggja nakað upp. Fyri meg er hetta bæði fakliga og professionelt ein sera spennandi avbjóðing. Og fyri USA og Føroyar hevur hetta stóran týdning. Vit eru samstarvsfelagar tó at vit ikki hava tosað so nógv um tað. Vit hava felags áhugamál og virði at byggja víðari á. Vit kunnu byggja nakað djúpri og breiðari enn tað samstarv vit hava longu. Eg síggi tí fram til, hvat bæði londini og fólkini megna at byggja upp og sum kann gagna øllum.
Vit spurdu ráðharran, um ikki áhugamál og gongdin í Arktis, er ein orsøkin til umrøddu yvirlýsing. Til tað sigur hann, at veruliga søgan aftanfyri avtaluna er, at bæði londini hava felags áhugamál og virði at byggja víðari á.
- Vit hava eisini arbeitt saman leingi, men við sáttmálanum í dag grundfesta vit hetta samstarv. Sjálvandi snýr hetta seg eisini um Arkis, hvørs umhvørvi vit øll vilja verja gjøgnum gransking og samstarv. USA vísir Arktis ans av nógvum orsøkum, og tað sama skilji eg Føroyar gera. Vit eru annars sera hugað fyri at fara inn í eitt itøkiligt samstarv við Føroyar tó at eg ikki ynski at fara í smálutir við hesum nú. Vit hava havt góðar fundir við landsstýrismannin Jenis av Rana, sum fer at kunna okkum meira um, hvørji øki Føroyar ynskja at raðfesta í slíkum samstarvi.
Løgtingslimir frá bæði samgongu og andstøðu vóru við til hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum, tá partalagsyvirlýsing millum USA og Føroyar varð undirskrivað. Her hitta teir amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran (Mynd Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava skrivað undir semju
Verkfallið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum er av. Semja varð sunnudagin gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Verkfallið vardi sostatt í nærum tríggjar vikur.
- Fyri Fíggjarmálaráðið hevði tað sera stóra týdning, at nýggi sáttmálin kundi haldast innan fyri ásetta lønarkarmin á 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna, segði Fíggjarmálaráðið.
Lønarhækkingarnar í nýggja sáttmalanum eru innan fyri karmin, samstundis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum.
Forkvinnan í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, segði eftir semjuna, at talan stórt sæð er um sama uppskotið, sum felagið sendi pørtunum eftir at felagið hevði havnað semingsuppskotinum. Treytin fyri at Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum vildi góðtaka uppskotið, var at leingja sáttmálaskeiðið við trimum mánaðum.
Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2020
Spyr.fo-kanningin fyri Tórshavnar kommunu, sum varð kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti var rættiliga beinrakin
Farna vikuskiftið kundi Blaðið Vikuskifti kunngera hvussu samansetingin í Tórshavnar býráð fór at vera eftir valið týsdagin.
Tað vísti seg, at veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin, kom at halda sera væl.
Ikki bara sjálvt úrslitið í býráðssessum, men eisini prosentbýtið vísti seg at verða rættiliga neyvt.
Veljarakanningin var tilsamans 9,4 prosentstig frá endaliga valúrslitinum, sum er sera gott, tá hugsað verður um, at tað er munandi truplari at gera kanningar til kommunuval í mun til eitt nú løgtingsval.
Veljarakanningin vísti ikki, at Listi C fór at fáa eitt so gott val, sum tað endaliga úrslitið vísti. Kanningin segði 39,7 prosent, meðan veruleikin gjørdist 43,9 prosent.
Metingin fyri fyri sambandslistan vísti seg at halda best.
Veljarakanningin, sum varð gjørd hóskvøldið 5. november, bygdi á svar frá 500 borgarum við bústaði í Tórshavnar kommunu.
Veljarakanningin sæst á síðu 2 í seinastu útgávu av Blaðnum Vikuskifti
Allan Dalsgarð, stjóri fyri Spyr.fo, er væl nøgdur við, at veljarakanningin gjørdist so neyv.
- Javnaðarflokkurin varð undirmettur, og tí lógu vit 4,4 prosentstig undir endaliga úrslitinum, men samanlagt haldi eg, at kanningin má sigast at vera rættiliga beinrakin. Serliga tí tað er munandi truplari at gera eina veljarakanning til kommunuval í mun til løgtingsval, sigur Allan Dalsgarð, sum eisini vísir á, at eitt sindur av hepni skal til fyri at kunna raka so mikið væl, sum gjørt varð í hesum førinum.
Allan Dalsgarð, Spyr.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Landsstýrisfólk vildu ikki hava Føroyar nevndar í felags norðurlendskari LGBT-strategi
Norðurlendska ráðharraráðið hevur kunngjørt eina nýggja strategi viðvíkjandi LGBT-persónum. Endamálið við strategiini er at staðfesta, at LGBT-persónar skulu “kunna liva frítt og opið og hava somu møguleikar í lívinum sum restin av borgarunum í londunum”.
Strategiien varð samtykt á ráðharrafundi í farnu viku, og er nú kunngjørd av danska ráðharranum við javnstøðumálum, Mogens Jensen. Danmark hevur – saman við Føroyum og Grønlandi – formansskapin í norðurlendska ráðharrasamstarvinum í ár.
Men átakið møtti mótstøðu frá føroyskari síðu, skrivar danska avísin Kristeligt Dagblad.
Virðiskolonialisma
- Hetta er ein roynd at reka virðiskolonialismu. Vit eru ikki áhugað í at norrøna ráðharraráðið skal standa fyri okkara virðispolitikki og at lumpa okkum við til eina slíkari strategi, sigur Jenis av Rana við Kristeligt Dagblad og upplýsir, at hann fer at taka málið upp á fyrstkomandi landsstýrisfundi.
- Kristna trúgvin hevur nógv at siga fyri nógv fólk í Føroyum. Og Bíblian hevur, um einum dámar tað ella ei, sína meining um samkyndleika, og tað hevur eisini politiskan týdning, sigur Jenis av Rana við blaðið.
Formaðurin í Miðflokkinum vísir á, at tað eru fleiri “fornuftig ting” í strategiini hjá ráðharraráðnum, men staðfestir, at føroyingar ikki ynskja, at føroyski LGBT-politikkurin skal stýrast av norrøna ráðharraráðnum.
- Hvat verður so tað næsta? Vandi er fyri, at tey eisini vilja stýra okkara fosturtøkupolitikki, sigur Jenis av Rana við Kristeligt Dagblad.
Elsebeth mótmælti fyrst
Norðurlond ynskja at ganga á odda á LGBT-økinum, og tað er orsøkin til at henda strategiin nú verður gjørd.
Kristeligt Dagblad skrivar, at viðgerðin av strategiini var eitt sindur fløkjaslig. Hósdagin, tá hon varð samtykt, sendi Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við javnstøðumálum, starvsfelaga sínum í Danmark, Mogens Jensen, eini boð.
Hon vísti á, at Føroyar ikki vóru tiknar við í viðgerðini av málinum, tí Føroyar ikki eru við í skipaða LGBT-samstarvinum. Hetta førdi, sambært Kristeligt Dagblad, til, at fleiri orðingar í skjalinum vórðu broyttar.
Vanliga orðingin um, at tað vóru “Norðurlond, Føroyar, Grønland og Áland” sum stóðu aftan fyri orðingina, varð broytt til var ráðharraráðið – Nordisk Ministerråd –, sum miðaði eftir at fremja tað, sum framgongur í skjalinum.
Mogens Jensen sigur við danska blaðið, at Føroyar hava fingið somu kunning sum øll hini londini í sambandi við viðgerðina av málinum, men Elsebeth M. Gunnleygsdóttur hevur eina aðra útlegging:
- Føroyar hava onki landsstýrisfólk ella annan myndugleika, sum tekur sær av LGBT-økinum, og Føroyar luttaka tí ikki í hesum samstarvi í norðurlendskum høpi. Tí havi eg ikki luttikið í LGBT-spurningum í norrøna ráðharraráðnum, skrivar føroyska landsstýriskvinnan við javnstøðumálum í telduposti til Kristeligt Dablad.
Hon skrivar, at hon ynskti, at Føroyar ikki vórðu nevndar í tekstinum.
Mogens Jensen vísir aftur, at ráðharraráðið roynir at “virðiskolonialisera” Føroyar.
- Vit ímynda okkum ikki, at vit hvørki kunnu ella skulu trýsta nakað oman yvir føroyingar, sigur hann við Kristeligt Dablad.
Norðurlendska ráðharraráðið fyri javnstøðu hevur saman við strategiini játtað tvær milliónir krónur, sum felagsskapir, fyritøkur og myndugleikar kunnu søkja um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
Spyr.fo: Annar hvør veljari í høvuðsstaðnum sigur at tað hevur stóran týdning fyri tey, at kommunan útvegar fleiri bústaðir
Bústaðarpolitikkurin hevur størstan týdning, tá veljarin skuldi taka støðu til, hvør fær krossin á kommunuvalinum.
Tað vísti veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin undan kommunuvalinum týsdagin.
500 fólk í Tórshavnar kommunu vórðu spurd í kanningini. Orsøkin til, at bert fólk í høvuðsstaðarkommununi vórðu spurd er, at tað er einasta kommuna við so mikið nógvum íbúgvum, at tað ber til at gera eina eftirfarandi veljarakanning í kommununi.
Í kanningini vórðu tey spurdu eisni biðin um at velja trý økir, sum høvdu størstan týdning, tá krossurin skal setast.
Og tað var eitt øki, sum fekk undirtøku frá meira enn helminginum av teimum spurdu.
51,2 prosent søgdu at “at kommunan útvegar fleiri bústaðir” hevur týdning fyri teirra val. Næststørst undirtøku hevði “ábøtur innan eldrarøktina” við 46,7 prosentum og síðani “ábøtur á vegir og infrakervi” við 39,5 prosentum.
Fólkafloksveljarar fara eftir ágóðum
Áhugavert er eisini at hyggja eftir, hvussu veljararnir hjá teimum einstaku flokkunum ella listunum velja.
Hjá fólkafloksveljarunum til dømis, verður størstur dentur lagdur á eitt øki, sum bert hevur undirtøku frá gott 27 prosent av samlaðu veljarafjøldini. Men millum fólkafloksveljararnir eru 48 prosent, ið velja út frá “fíggjarligum ágóðum í kommununi sum heild” t.d. skattaprosenti, barnafrádrátti.
Á øðrum plássi hjá fólkafloksveljarunum kom “ábøtur innan eldrarøktina” við 44 prosentum og síðan “bústaðir” við 40 prosentum.
Sambandsveljarar ganga mest upp í “bústaðir” og “ábøtur innan skúla og barnaansing”, sum fær undirtøku av 48 prosentum, meðan “vegir og infrakervi” kemur á eitt triðja pláss við 41 prosentum.
Millum javnaðarveljarar er tað “bústaðir” og “eldrarøkt”, sum hevur størstan týdning, bæði við 51 prosentum, meðan “vegir og infrakervi kemur á triðja plássi við 37 prosentum.
Tjóðveldisveljarar fara eftir grønum tiltøkum
Og hjá tjóðveldisveljarum hava “bústaðir” nógv størstan týdning við 67 prosentum, men her kemur “grøn tiltøk, sum gagna umhvørvinum” á øðrum plássi við 57 prosentum, meðan “átøk innan eldrarøktina” fær undirtøku frá 47 prosentum.
Framsóknarveljarar ganga hægst upp í "vegir og infrakervi" 51 prosent og "bústaðir" 50 prosent, meðan sjálvstýrisveljarar peika á "sosial átøk í kommununi sum heild", heili 78 prosent.
Verður hugt eftir muninum á kynum, so sæst, at kvinnurnar hava størstan áhuga fyri “eldrarøktini” og “bústøðum” við ávikavist 62 og 54 prosentum meðan menninir peika á “vegir og infrakervi” og "eldrarøkt" við ávikavist 53 og 48 prosentum.
Veljararnir undir 45 ár raðfesta “skúla og barnaansing” og “bústaðir” hægst, 47 prosent, meðan veljararnir yvir 45 ár raðfesta “eldrarøkt” og “bústaðir”, ávikavist 57 og 55 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Í oktober í ár var ferðafólkatalið 55,7 prosent minni enn í oktober 2019
Síðan í vár, tá covid-19 farsóttin breyt út, er talið á ferðafólkum, ið hava ferðast umvegis Vága Floghavn, nógv minkað.
Higartil í ár eru 161.574 ferðafólk komin til Føroya umvegis Vága Floghavn, og talan er um eina minking á 57 prosent í mun til 2019.
Í oktober var talið á ferðafólkum 15.570 – 55,7 prosent færri í mun til í fjør, sambært hagtølunum hjá floghavnini.
Størsta afturgongdin í ár var í apríl og mai – ávikavíst 93,7 og 91,9 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Danska stjórnin ætlar at krevja, at trúðarsamfeløg í Danmark, sum prædika á øðrum máli, skulu umseta sínar prædikur til danskt – Hvørki danski kirkjumálaráðharrin ella forsætisráðharrin vil lova, at føroyskt verður undantikið
Danska stjórnin ætlar at gera eina lóg, sum ásetur, at trúðarsamfeløg í Danmark, sum prædika á øðrum máli enn donskum, skulu týða prædikurnar til danskt.
Endamálið við hesum er at forða fyri, at ungir danir verða radikaliseraðir av islamistiskum imamum, eftir at fleiri ungir danir hava verið í Sýria fyri at stríðast fyri IS.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur víst á, at hetta eisini ávirkar føroysku samkomurnar og kirkjurnar í Danmark. Hann hevur tí spurt danska kirkjumálaráðharran, Joy Mogensen, um føroyskt mál verður undantikið.
Hetta sigur ráðharrin seg ikki kunna lova, men tað verður kannað, um málini í ríkisfelagsskapinum kunnu fáa serstøðu, sigur hon.
– At føroyskar kirkjur og samkomur á hendan hátt óbeinleiðis verða lagdar undir mistanka og tí skulu týða sínar talur og prædikur, kann als ikki góðtakast, sigur Sjúrður Skaale, sum eisini nýtti høvi at taka málið upp við forsætisráðharran, Mette Frederiksen, í spyrjitíma í Fólkatinginum í vikuni.
– Kann forsætisráðharrin lova, at vit ikki enda í tí fullkomiliga grotesku støðu, at føroyskar samkomur, sum hava verið her í áratíggju skulu umseta sínar prædikur, tí illgruni er um yvirgang?
Svarið hjá Mette Frederiksen var, at hon ikki kundi lova nakað, tí hóast hon hevur virðing fyri, at mann ynskir at prædika á føroyskum í Danmark, og at mann ongantíð áður hevur havt trupulleikar av hesum, er tað komið fyri, at haturstala hevur verið prædikað í moskum í Danmark, og hesum noyðist mann at stríðast ímóti, segði hon.
– Eg haldi tað er groteskt, svaraði Sjúrður Skaale.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
Nýggj staðseting skal finnast fyri ikonisku standmyndini hjá Hans Paula Olsen
Standmyndin av Nólsoyar Páll, sum skoðar út í hav, ella rættari sagt út á gardinbátarnar á Vestaru Vág, skal nú flytast av plássinum har hon stendur miðskeiðir á torginum í Vágsbotni í Havn.
Hann passar ikki inn í framtíðarætlanina fyri hesum torginum. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í sambandi við, at avgerð er tikin um, at skoytibreytin, sum seinastu vetrarnar hevur verið sett upp á p-økinum, eisini kallað kommunuskúlagarðurin, uttan fyri ráðhúsini á Vaglinum, nú skal setast upp í Vágsbotni.
- Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at umskipa miðbýin, soleiðis at hann verður ein livandi og áhugaverdur býur at liva, vera og virka í. Í tí sambandi var í 2014 skrivað út ein hugskotskapping, sum skuldi leggja lunnar undir eina langtíðar skipaða menningartilgongd fyri miðbýin, skrivar Tórshavnar kommuna.
Og tað uppskotið, sum vann, legði upp fyri møguleikanum at skoyta í Vágsbotni um veturin. Tann ætlanin verður so sett í verk í ár, sum ein royndarverkætlan. Og tí má standmyndin takast burtur.
Sum skilst, so arbeiðir kommunan saman við Hans Paula Olsen, listamanni, við at finna eina nýggja staðseting til standmyndina.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Soleiðis ímynda arkitektarnir seg skoytibreytina í ætlanini fyri Vágsbotn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Í Landsverk verður fegnast um hetta, tí TG-Verk kravdi Landsverk eftir 76 milliónum.
Í fýra ár hevur sakarmálið millum TG-Verk og Landsverk í Gerðarættinum í Keypmannahavn verið ávegis. Málið er stórt og fløkt, og kemst av ósemjum millum fyritøkurnar í sambandi við byggingina av Glasir, sum endaði við at TG-Verk fór av plássinum í september í 2016.
Tað var TG-Verk sum reisti málið í Gerðarættinum og stevndi Landsverk eftir 76 milliónir krónur, meðan Landsverk hinvegin kravdi TG-Verk eftir 80 miliónum krónum.
Nú er hamarin endliga fallin, og úrslitið í Gerðarættinum er, at Landsverk skal rinda TG-Verk 20,2 milliónir krónur, meðan TG-Verk skal rinda Landsverk 16,1 millión krónur. Harvið skal Landsverk rinda beint yvir fýra milliónir til TG Verk, og tað verður seinasta rokningin, sum verður goldin í hesum málinum. Partarnir rinda í felag fyri dómsviðgerðina, meðan partarnir rinda hvør sær fyri egnar sakførarar, boðar Landsverk frá.
- Vit fegnast um úrslitið, tí niðurstøðan staðfestir, at vit hava havt eina góða sak í ósemjuni við TG-Verk. Nú kunnu vit sleppa hesi verkætlanini, og lata tey ungu eiga handan fantastiska bygningin, sum kom burturúr, s sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk við heimasíðuna landsverk.fo
Stjórin á Landsverki vísir á, at málið um Glasir hevur havt stórar avleiðingar við sær fyri stovnin og onnur við. Hann fegnast um at Landsverk, við hesum úrslitinum, loksins kann savna seg um aðrar uppgávur enn byggiverkætlanina Glasir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Framleiðslan hevur verið óvanliga stór í triðja ársfjórðingi orsaka av øktum eftirspurningi í Evropa og USA. Gongd er eisini komin á søluna til Russlands
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2020 var 102,7 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 21.600 tons í kruvdari vekt, harav 11.100 tons vórðu tikin í Føroyum og 10.500 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 118,4 milliónir krónur, harav aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 69,5 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 176,8 milliónir krónur í mun til 180,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.611 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 11.135 tons tikin í Føroyum í mun til 12.938 tons sama ársfjórðing í fjør, og 10.476 tons vórðu tikin í Skotlandi.
Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 60.424 tons í kruvdari vekt í mun til 39.254 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 34.734 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 39.254 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 25.681 tons vórðu tikin í Skotlandi.
Tilsamans vórðu 4,8 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2020. 3,6 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 1,3 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans eru 13,9 milliónir smolt sett út fyrstu nýggju mánaðirnar í ár í mun til 7,7 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 8,7 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 5,2 milliónir í Skotlandi.
Óvanliga stór framleiðsla
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Alheims laksamarknaðurin hevur eisini í hesum ársfjórðinginum verið nógv ávirkaður av koronafarsóttini. Laksavinnan hevur verið undir stórum trýsti, og hetta sæst aftur í fíggjarligu úrslitunum í vinnuni. Hóast hetta hevur Bakkafrost varðveitt støðugu framleiðsluna gjøgnum ársfjórðingin til kundar okkara kring heimin. Framleiðslan av liðugvørum hevur verið óvanliga stór fyri ársfjórðingin, orsakað av øktum eftirspurningi frá kundum okkara í Evropa og USA. Gongd er eisini komin aftur á søluna til Russlands.
- Lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið góð, og laksurin, vit hava tikið í ársfjórðinginum, hevur havt sera góða góðsku. Hetta er millum annað eitt úrslit av stóru íløgunum, vit hava framt seinastu árini í smoltframleiðslu – eitt nú nýggja smoltstøðin á Strond, sum nú ger okkum før fyri at framleiða størri smolt við enn betri góðsku. Hendan gongdin er ikki liðug enn, og tá ið komandi útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali eru lidnar, fara vit at røkka okkara máli fyri 2022, at miðalvektin á útsettu smoltunum skal vera 500 gramm.
- Góðskan og støddin á smoltinum hevur stóran týdning fyri lívfrøðiligu gongdina, og tískil leggja vit stóran dent á hetta. Nærlagni, burðardygd og góð fiskarøkt eru eisini sera týðandi fyri okkum.
- Í 2013 settu vit okkum sera avbjóðandi málið, at allur laksurin hjá Bakkafrost skuldi verða ASC*-góðkendur í 2020 (*Aquaculture Stewardship Council). Síðan tá hava vit arbeitt miðvíst at náa hesum máli og hava tillagað virksemið og ment okkara førleikar. Eg eri tískil sera errin av avrikinum hjá starvsfólkum okkara, og tað frøir meg at kunna boða frá , at vit hava nátt málinum:
Allur føroyskur laksur hjá Bakkafrost er nú ASC-góðkendur
- Við okkara serstaka laksi í heimsflokki, okkara smidligu virðisketu, vaksandi tøkunøgd og jaligu marknaðarútlitunum fyri 2021, meta vit at Bakkafrost er í einari framúr góðari støðu, sigur Regin Jacobsen.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 samanborið við 231,5 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði henda ársfjórðingin eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur.
Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 í mun til 25,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2020 var 69,5 milliónir krónur samanborið við 94,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.256,7 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.163 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 68 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Sterner UK
JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Sterner UK, sum hevur høvuðssæti í Inverness í Skotlandi.
Sterner UK er eitt væl rikið felag og er sterkt á skotska marknaðinum innan tøkniliga tænastu og vørumenning til alivinnuna.
– Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at fáa fótin fastan í skotska marknaðinum, og vit fegnast um, at kundarnir hava tikið sera væl í móti okkara vørum og okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur Suni Justinussen, stjóri í JT electric.
– Við vøkstrinum, sum vit hava upplivað í Skotlandi síðstu tíðina, so meta vit tað vera neyðugt at taka hetta stigið og vera meira til staðar í skotska marknaðinum.
Sterner UK hevur í longri tíð samstarvað tætt við JT electric í sambandi við sølu og tænastu av føroysku vørunum, sum er seldar til alivinnuna í Skotlandi.
– Keypið av Sterner UK er partur av okkara vakstrarætlan uttanlands. Við hesum keypinum vænta vit, at vit kunnu betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, sigur Suni Justinussen.
– Í samanlagda felagnum koma at arbeiða 70 dugnalig starvsfólk við servitan, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heimsmarknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.
JT electric er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur starvsfólk í Føroyum, Danmark, Pólandi og Skotlandi. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 70 alibrúkum kring heimin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
Mowi hevur tryggjað sær, at hetta óhappið ikki hendir aftur
Tann 29. oktober misti Mowi 20.000 laksar úr einum tøkubúri á Sandi. Beinanvegin var farið í holt við at seta gørn soleiðis at nakað fekst aftur.
Men bara 300 av teimum 20.000 lkasunum komu afturíaftur. Tað upplýsir Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, fyri Kringvarpinum.
Mowi hevur seks stórar aliringar á Sandsvág, og 100.000 laksar eru í hvørjum. Tøkan verður liðug um tvær vikur, og smolt verða latin aftur í ringarnar næsta vár.
Tað kann ljóða nógv, at 20.000 laksar eru slopnir út í náttúruna, men á Umhvørvisstovuni var eingin panikkur tá óhappið hendi.
- Vit hava ongan villan laksastovn í Føroyum, sum verður ávirkaður. Eg ivist eisini í, hvussu nógvir av hesum laksunum – sum jú eru húsdýr – yvirliva eftir at teir eru slopnir leysir, segði Suni Petersen við Blaðið Vikuskifti tann 31. oktober.
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi sigur, at fyritøkan hevur tryggjað sær, at eitt óhapp sum hatta ikki hendir aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Nýggjasta strandfaraskipið, Erla Kongsdóttir, kom farna vikuskiftið til Føroya
Nýggja avloysaraskipið hjá Strandfaraskipum Landsins, tríkiljan Erla Kongsdóttir, kom sunnudagin á Tvøroyri eftir túrin vestur í hav frá Gurksøya, har glastrevjaferjan er bygd.
Við heimkomu fór manningin í sóttarhald eftir uppihaldið í Noregi, og so skulu ymsar tillagingar gerast áðrenn skipið verður sett i sigling. Í fyrstu atløgu er ætlanin at seta Erlu Kongsdóttir í siglingina til Nólsoyar meðan Ternan er til klassinger.
Men fyrst skulu ávísar ábøtur gerast á havnalagið í Nólsoy.
Bjartur Vest tók myndir av skipinum tá tað kom til Tvøroyrar. Fleiri myndir her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Kambur kom á Strendur farna vikuskiftið
Farna leygardag kom nýggi Kambur á Strendur fyri fyrstu ferð.
Nýggi Kambur er bæði størri og nýggjari enn undanfarni Kambur, sum er seldur til Vestmanna, har skipið nú hevur fingið navnið Vesturhavið.
Nýggi Kambur hevur dragibrunn, sum ger tað munandi hugaligari at draga línuna inn.
Áðrenn skipið fer til fiskiskap, skal tað endaliga yvirtakast og skifta navn.
Í sambandi við móttøkuna hildu umboð fyri reiðarí og kommuna røðu fyri fjøldini, sum var samlað at fagna nýggja skipinum í bygdini.
Artur Johansen, borgarstjóri, bjóðaði skipinum vælkomnum (Myndir: Kiran Jóanesarson og Sasho Bjartsson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2020
Í eykajáttanini, sum varð samtykt í farnu viku, varð skotið upp at lata eina hálva miljón eyka til Tanum hjá Havnar Bjargingarfelag – Arbeitt hevur verið at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát, tá hann er liðugur
Í eykajáttanini, sum varð samtykt í farnu viku, varð skotið upp at lata eina hálva miljón eyka til Tanum hjá Havnar Bjargingarfelag. Ein hálv miljón varð somuleiðis játtað í fjør.
Havnar Bjaringarelag keypti Tanum í fjør. Hann er rúmligari enn Rescue Lív, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning verða væl betri, umframt at pláss er fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.
Arbeitt hevur verið at dagføra og uppstiga bátin, so at talan verður um ein mest sum nýggjan bát, tá hann er liðugur. Tá Tanum er dagførdur við nýggjum motorum, fer mesta ferðin at verða á leið 32 fjóðringar um tíman.
Eisini kann hann sleipa størri bátar og skip, og hann hevur stóra brandpumpu umborð, umframt hópin av bjargingarútgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
33 ára gamla Christina á Bøgarði hevur staðið próvtøkuna sum statsautoriseraður revisor, og verður nú partaeigari í Januar
Christina á Bøgarði hevur staðið próvtøkuna til statsautoiseraðan revisor.
Hetta ger hana til fyrsta føroyingin í rúma tíð ið hevur megnað at fara allan vegin og blíva statsautoriseraður revisor.
Christina á Bøgarði er 33 ára gomul, býr í Kaldbak og hevur starvast hjá Januar síðani 2008, er útbúgvin HD(R) og Cand.merc.aud.
Hennara starvsøkið fevnir millum annað um fiskivinnu og fíggjargeiran, umframt at Christina er grannskoðari hjá bæði størri og smærri fyritøkum.
Januar boðar frá, at Christina á Bøgarði eisini verður partur av eigarunum av grannskoðanarvirkinum, har fýra aðrir statsautoriseraðir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar.
Samstundis skrivar grannskoðanarvirkið, at ein nýggjur KT-grannskoðari er settur í starv.
Januar arbeiðir støðugt við at víðka um virksemið og menna hesa deildina, og hevur nú sett ein KT grannskoðara afturat.
Talan er um Kristian Vágsheyg Kruse, sum er settur í starv sum KT grannskoðari. Kristian er útbúgvin cand.merc.aud. og hann hevur eisini staðið próvtøku sum kt-grannskoðari. Hann hevur áður arbeitt sum KT grannskoðari og Cybersecurity ráðgevi hjá Ernst & Young í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi hevur fingið nýtt navn
Fríggjadagin varð nýtt navn avdúkað á Hálsi. Klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi, sum hevur verið til í eitt mannaminni, fekk nýtt navn, og nýggja navnið er Tignir.
Handilin fekk nýggjar eigarar herfyri, og seinastu tíðina eru handilshølini umvæld, og úrvalið er víðkað.
Eigararnir av Tignir eru Bergur Ryggstein og Pætur Steinhólm.
Sí myndir frá nýumvælda handlinum:
Eigararnir, Bergur Ryggstein og Pætur Steinhólm
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Hon tekur við eftir ársskiftið. Liljan Weihe sigur, at eitt ynski hevur leingi verið um at arbeiða innan ferðavinnuna í Føroyum.
Nú er greitt, hvør tekur yvir eftir Barbaru Samuelsen, sum fer aftur í starv í Kringarpinum, sum stjóri í Visti Tórshavn eftir ársskiftið
Tað verður 41-ára gamla Liljan Weihe, sum eisini hevur starvast í Kringvarpinum, har hon millum annað hevur verið deildarleiðari í Kringvarpi Føroya. Nú kemur Liljan úr einum starvi sum ráðgevi á Fólkatingi. Liljan Weihe er útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur frá lærda háskúlanum í Roskilde
Visit Tóshavn boðar seinnapartin frá hesum og skrivar, at fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhugan fyri býnum og bygdunum í kommununi og soleiðis tæna bæði borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Seks fólk starvast hjá Visit Tórshavn, sum húsast í Steinatúni.
- Tórshavnar kommuna hevur seinastu mongu árini raðfest menning av tilboðum til bæði borgarar og ferðavinnu høgt, og Visit Tórshavn, við Liljuni á odda, skal tryggja at Visit Tórshavn framhaldandi verður ein sentralur partur av hesum arbeiði. Visit Tórshavn hevur eisini ein sentralan leiklut í menningini av tiltøkum og tilboðum til handilslívið, soleiðis at býurin alsamt gerst meira livandi og spennandi at virka og liva í, sigur Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórshavn.
- Eg havi leingi ynskt mær at arbeiða innan ferðavinnuna í Føroyum. Ferðavinnan er nógv ment seinastu árini, og eg gleði meg til at vera partur av víðari menningini. Saman við dugnaligu starvsfólkunum á Visit Tórshavn, ynskja vit at skapa bestu karmarnar til handils-, hotel- og matstovuvinnuna og bjóða bæði borgarum og ferðafólki góðar og fjølbroyttar upplivingar í býnum, sigur Liljan Weihe.
Liljan Weihe tekur við starvinum fyrst í komandi ári.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Deyvafelag Føroya fegnast um, at øll valsendingin í Kringvarpinum bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF
Mánadagin gjørdist greitt, at teknmæltir borgarar fóru at verða við sviðusoð valkvøldið tí bert tveir tímar av valsendingini hjá Kringvarpinum fóru at verða tulkaðir.
Men valdagin varð vent í holuni. Ov fáir tulkar eru í stavið, men tað var eydnast kortini.
Deyvafelag Føroya takkaði tá Jenisi av Rana, landstýrismanni við mentamálum, fyri at fáa hetta í lag, og eftir midnátt sendi felagið eina stutta takkarkvøðu út. Har varð fegnast um, at valsendingin í Kringvarpinum bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF. Tøkk varð send til tulkarnar og KVF, og sligið varð fast, at hetta gevur eina góða kenslu av felagsskapi.
Her er skrivið:
Deyvafelag Føroya gleðist um at valsendingin í kvøld í Kringvarpinum, bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF.
Tøkk til tulkar og KVF fyri tað. Serstakliga tí at vandi var fyri, at at teknmæltu hyggjarar ikki fingu úrslit og kunning samstundis, sum tað var varpað á føroyskum.
Tað gevur eina góða kenslu av felagsskapi
Við kvøðu
Deyvafelag Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Oljuprísurin hækkaði fyrst í vikuni við 10 prosentum til 43,46 dollarar fyri tunnuna - eftir tíðindi um nýtt koppingarevni móti korona
Tíðindini um at amerikanska fyritøkan Pfizer skjótt kann bjóða fram eitt koppingarevni móti Covid-19 virus hava longu fingið avleiðingar kring allan heim.
Hetta hendi eisini á oljumarknaðinum, har prísurin eftir tíðindini mánamorgunin hækkaði við 10 prosentum til 43,46 dollarar fyri tunnuna.
Hetta ber boð um, at eftirspurningurin eftir olju og gassi kann fara at vaksa aftur, og tað skapar størri bjartskygni á oljumarknaðinum og ávirkar harvið eisini oljuprísin.
Nýggja koppingarevnið gevur oljuframleiðarum vón aftur um, at virksemið og harvið eftirspurningurin aftur fer at vaksa - og tað eisini nógv skjótari enn higartil hildið. Tíðindi koma um somu tíð, sum ein stórur partur av heiminum upplivir eina nýggja bylgju av koronasmittu.
Nýggja koppingarevnið hevur verið roynt í eina tíð og vísir úrslitið, at tað kann geva 90 prosent trygd fyri, at tann koppsetti ikki verður smittaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur søkt um at fáa føroyska dansin tiknan upp í skránna yvir livandi siðaarv í Føroyum
Skráin Livandi mentan er ein skrá, ið savnar og miðlar dømi um siðaarv í Føroyum. Skráin varð sett á stovn í sambandi við, at Føroyar hava tikið undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi. Endamálið við sáttmálanum er at lata upp fyri, at fólk í øllum heiminum kunnu seta orð á sín egna siðaarv, og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur, men kann verða førdur víðari til komandi ættarlið. Við at taka undir við UNESCO sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum, at vitanin um siðaarvin verður varðveitt, og at útbúgving og gransking verður framd á økinum.
– Føroyski dansur er millum tað virðismiklasta vit eiga í føroyskari mentan, og tað er alt um at gera, at føroyskur dansur eisini verður ein livandi partur av lívinum hjá komandi ættarliðum. Gera vit einki, og lata vit standa til, so er stórur vandi fyri, at føroyski dansurin fánar so líðandi burtur, tí tey ungu ættarliðini ikki taka hann til sín, sigur Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring.
Siðaarvur fevnir um eitt nú siðvenjur, ímyndir, vitan, tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm. Siðaarvur sum samfeløg, bólkar og einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi kunnu koma uppí í skránna.
Einans siðaarvur, sum er í tráð við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi verða tikin við skránna.
Fyrsta evnið, ið var tikið upp á skránna, var “Føroyski báturin - siðir og brúk”, og nú verður “føroyski dansurin” tikin upp í skránna. Endamálið við skránni er at breiða út vitan og økja um áhugan fyri siðaarvinum og vísa á tað ríkidømi og margfeldi av siðaarvi, ið er í Føroyum.
– Sláið Ring søkir um at fáa føroyskan dans tiknan upp í skránni, tí vit síggja tað sum eitt høvi til at varpa ljós á føroyskan dans og eitt amboð, ið kann vera við til at tryggja føroyskum dansi livilíkindi, sigur Gunnar Restorff.
– Upptøka í føroysku skránna Livandi mentan er eitt stig á vegnum, men føroyskur dansur er einastandandi, eisini í alheims høpi, og Sláið Ring fer tí at virka fyri, at føroyskur dansur kann verða tikin upp á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini.
Føroyar tóku undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi 1. oktober 2018.
Á heimasíðuni www.livandimentan.fo er kunning um skránna og oyðublað, har ið søkjast kann um at fáa evni tikið upp í skránna. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur lagt sáttmálan um verju av siðaarvi til Tjóðsavnið at umsita, og arbeitt verður nú við at flyta skránna og heimasíðuna til Tjóðsavnið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2020
Tað byrjaði við, at ritstjórin á stóra forlagnum gjørdist hugtikin av søgu í skúlabókini hjá dótturini
Stóra danska forlagið Lindhardt & Ringhof hevur gjørt avtalu við Katrina Ottarsdóttir um at geva út skaldsøgu hennara "Gentan í verðini" á donskum. Danska útgávan av "Gentan í veðrini" kemur í marts komandi ár.
Forlagið vendi sær til Katrina
Søgan er tann – altso ikki skaldsøgan, men søgan um donsku útgávuna – at bókmentaritstjórin á Lindhardt & Ringhof, Sune de Souza Schmidt-Madsen, í vár skuldi hjálpa dóttur síni við eini studentaskúlauppgávu, har hon skuldi viðgera stuttsøguna "Drengen i toget" eftir Katrina (úr donsku útgávuni av stuttsøgusavninum "Aftanáðrenn" frá 2016).
Hann gjørdist so hugtikin av stuttsøguni, at hann straks skrivaði til Katrina og spurdi, um hon hevði nakað nýtt á beding.
Jú, tað hevði hon, eina skaldsøgu, men hon var upp á allar mátar nakað heilt annað enn stuttsøgan. Tað ger ongang mun, var svarið, send okkum nakrar kapitlar á donskum at lesa.
Eftir teir tveir fyrstu kapitlarnar vildu tey hava meiri, og áðrenn langt um leið, høvdu tey fingið eina ráumseting av øllum handritinum. Og teimum dámdi væl, so væl, at sáttmáli um danska útgávu nú er undirskrivaður.
Lindhardt & Ringhof er næststørsta forlag í Danmark. Av skaldskapi geva tey mest út danskar upprunabøkur, men tó onkrar umsetingar, eitt nú skaldsøgur hjá íslendska høvundinum Einari Mári Guðmundssyni.
Skaldsøgan
Skaldsøgan "Gentan í verðini", sum kom út á Sprotanum í september í ár, er um eina innhugsna havnargentu, sum er og ferðast hjá abbanum og ommuni. Gentan er stillfør og næstan "ósjónlig", men hon fær alt við og roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og hvat ið kanska er ella ikki er millum abban og gummuna, sum er arbeiðskona í húsinum. Og ikki minst alt tað, sum tann unga mostirin, ið býr heima, fortelur om sjeikar og smart klæðir og mangt annað áhugavert. Ein hugvekjandi og ofta skemtilig bók, har skyldskapur høvundans við Heðin Brú kagar fram av og á.
Útgávur og umsetingar
Katrin hevur áður givið út yrkingsøvnini "Eru koparrør í himmiríki" (2012) og "Messa fyri einum filmi" (2015) og stuttsøgusøvnini "Aftanáðrenn" (2016) og "43 bagatellir" (2018). Fyrsta yrkingasavnið og bæði stuttsøgusøvnini eru útkomin á donskum (á forlagnum Torgard). "Eru koparrør í himmiríki" eru eisini givin út á enskum í USA, umsett av Matthew Landrum, og "43 bagatellir" komu í vár út á islendskum, umsettar av Aðalsteinni Ásbergi Sigurðssyni.
Katrin á bókadøgum
Týsdagin 17. november kl. 17 er Katrin á pallinum í Norðurlandahúsinum, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hevur samrøðu við Katrina um bókini. Á sama tiltakið samrøður Ivan Niclasen við Jóanes Nielsen um hansara seinasat yringasavn "Rakkaljóð".
Katrin verður eisini við saman við øðrum rithøvundum á upplestrartiltakinum "Orðljós", sum Rithøvundafelagið skipar fyri mánakvøldið 16. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Skráin er spreidd yvir eina heila viku, so gestirnir hava møguleika at halda frástøðu – Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum komandi viku
Aftur í ár vera Bókadagar í Norðurlandahúsinum, men tiltakið í ár verður skipað eitt sindur øðrvísi.
Norðurlandahúsið boðar frá, at skráin í ár er spreidd yvir eina heila viku og ikki bert eitt vikuskifti, so gestirnir hava møguleika at halda frástøðu.
Harumframt verða fleiri av tiltøkunum eisini stroymd, so fólk kunnu fylgja við heimanifrá, um tey ikki hava møguleika fyri at koma í Norðurlandahúsið.
Eisini verður møguligt at keypa nýggju føroysku bøkurnar á heimasíðuni hjá Rit og Rák uttan at gjalda fyri flutning. Rit og Rák og Posta bjóða nevniliga ókeypis útbering alla vikuna.
Á skránni verður samrøða við Katrin Ottarsdóttir og Jóanes Nielsen, yrkingaupplestur við Kalpana Vijayavarathan og videosamrøða við finsku Sofi Oksanen.
Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum 16. – 22. november. Øll skráin sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Michael Bundesen andaðist síðsta sunnukvøld, 71 ára gamal
Michael Bundesen, forsangari í danska bólkinum Shu-bi-dua, er deyður.
Í tíðindaskrivi upplýsti familja hansara, at hann andaðist sunnukvøldið av krabbameini, 71 ára gamal.
Sambært TV2 andaðist hann í heimi sínum í Gentofte eftir stuttari sjúkralegu.
Bólkurin Shu-bi-dua, sum varð stovnaður í 1973, er kendur fyri hittløg sum "Hvalborg", "Sexchikane", "Vuffeli-vov", og "Den røde tråd".
Shu-bi-dua gavst í 2011, eftir at Michael Bundesen gjørdist álvarsliga sjúkur, og hinir limirnir í bólkinum ásannaðu, at teir ikki kundu halda fram uttan hann.
Áðrenn Michael Bundesen gjørdist forsangari í Shu-bi-dua, las hann løgfrøði og arbeiddi sum vertur á Danmarks Radio.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2020
Doyði eftir at hava verið sjúkur við covid-19. Sven Wollter gjørdist 86 ár
Svenski sjónleikarin Sven Wollter er deyður sum avleiðing av covid-19. Hann gjørdist 86 ára gamal.
- Tað er við markleysari sorg, at familjan hjá Sven Wollter kunnger, at hann í dag, 10. november, fleyg inn í ljósið, skrivaði dóttirin, Stina Wollter á Instagram týsdagin.
Sven Wollter hevur havt covid-19, men hevði eisini aðrar heilsutrupulleikar, eitt nú KOL.
Sven Wollter hevur í nógv ár verið virkin á sjónleikapallunum, men er helst mest kendur fyri sínar leiklutir í sjónvarpsrøðum.
Hann spældi eisini fleiri leiklutir á stóra filmsløryftinum, eitt nú Änglagård frá 1992, Alfred frá 1995 og En sång for Martin í 2001.
Wollter hevur eisini skrivað tríggjar skaldsøgur og givið út tvær plátur.
Hann var á konsertferð við orkestri sínum í heyst, men mátti avlýsa, tá tað var staðfest, at hann hevði fingið koronasmittuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
Føroyska liðið stóð seg tó væl í 2. hálvleiki, eftir skiftingarnar, men hótti tó ikki leiðsluna hjá Litava heilt, hóast Gunnar Vatnhamar fekk sítt fyrsta landsliðsmál í yvirtíðini
Í mun til seinasta dyst, sum var á heimavølli móti Andorra, vóru níggju broytingar í byrjanaruppstillingini. Tríggir leikarar spældu sín allarfyrsta landsdyst, og Heðin Hansen byrjaði inni á fyrsta sinni.
HB-miðverjan stóð seg í høvuðsheitinum væl, sera fáir málmøguleikar vórðu givinir, tó at tað ikki varð dekkað ordliga upp við seinna málið, meðan Magnus Holm Jakobsen og Hilmar Leon Jacobsen ikki gjørdu stórliga vart við seg ígjgnum dystin, uttan tað at teir stríddust væl og Hilmar Leon kastaði langt og vann onkur fríspørk.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Men í yvirtíðini vísti maðurin, sum í januar spældi á A-landsliðnum í hondbólti, síni kynstur, tá hann kastaði seg afturá og saksaði eitt innlegg frá Brandi Henrikssyni móti málinum. Bólturin rakti tvørtræðið, innskifti Gunnar Vatnhamar fylgdi upp, stútaði umvegis stongina í málið, og so var 2-1.
Fleiri leikarar vóru eisini, sum ikki heilt eru í dystarvenjing. Bakkarnir spæla ikki nógv í sínum feløgum, og Gilli Rólantsson gjørdi eisini nógv fríspørk móti kvika vinstra vonginum hjá Litava. Viljormur Davidsen var liðformaður í fyrra hálvleiki - hann fór út í hálvleikinum, so at Ári Mohr Jónsson fekk møguleikan fyri fyrstu ferð undir nýggja toyminum, og hann kom við nøkrum frameftir.
Gunnar Nielsen var við aftur (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalstovu hava ikki spælt í eina tíð, tí íslendska kappingin endaði orsakað av korona. Gunnar var ikki veruliga noyddur at gera bjargingar, men kom skeivt út til innleggið í samband við 2-0 málið, og so var lætt hjá Sirgedas at skora sítt seinna mál.
Føroyska liðið fekk ikki tingini at hanga saman í spælinum í 1. hálvleiki. Til tað var liðið ov nýtt og ikki nóg væl fyri.
Eitt heilt gott gjøgnumspælt álop var, ið endaði við, at litavar akkurat fingu ruddað eitt innlegg frá Kaj Leo burtur. Gøtumaðurin fekk allar 90 minuttirnar, og royndi ymiskt, men var ikki heilt so skarpur í øllum atgerðunum á seinasta triðinginum, tó at hann var við til at skapa nakrar støður.
Litavar skoraðu tvey skjót mál fyri hálvleik. Annars hevði leikliga yvirvágin ikki ført til so nógv uttan skot í trýstum støðum, ið ikki rakti málið. Fimm minuttir fyri hálvleik fingu okkara tó ikki ruddað eitt innlegg úr høgru burtur, eitt skot varð blokerað, bólturin datt til Sirgedas, ið var púra fríur. Løtu seinni kom hitt umtalaða málið aftaná innlegg.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Leikferðin var annars ikki høg, og tað merkist týðiliga, at talan var um ein venjingardyst.
Í 2. hálvleiki komu millum annað Brandur Hendriksson og Hallur Hansson á vøllin. Hetta broytti spælið munandi hjá Føroyum, ið fingu yvirvág og nakrar fínar støður. Dan í Soylu gjørdi eisini mun sum ein áleypari, ið leitaði aftur í millumrúmið. Brandur og Hallur verða ikki við í dystinum í Lettlandi leygardagin - teir hava leikbann - og hetta fer at merkjast væl hjá føroyska liðnum. Jóan Símun Edmundsson manglar eisini. Leygardagin verður Jóannes Bjartalíð tó helst við - klaksvíkingurin varð heilt spardur móti Litava.
Samanumtikið var tað fínt hjá nógvum ymsum leikarum at fáa roynt seg, men tað varð ongantíð ein spennandi fótbóltsdystur at hyggja eftir. Føroyingarnir stríddu seg tó - og spældu seg inn í dystin aftur í 2. hálvleiki, har litavar tó ikki tyktust at vera heilt í gervi.
Leygardagin spæla Føroyar móti Lettlandi í Riga.
Venjingardystur
LFF Stadium, Vilnius - 11/11
Litava - Føroyar 2-1 (2-0)
42' Gratas Sirgedas 1-0
45' Gratas Sirgedas 2-0
92' Gunnar Vatnhamar (Hilmar Leon Jakobsen) 2-1
Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen (61' Jóannes Kalsø Danielsen), Bartal Wardum, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen (46' Ari Mohr Jónsson) - Sølvi Vatnhamar (46' Gunnar Vatnhamar), Magnus Holm Jacobsen (57' Brandur Hendriksson), Rógvi Baldvinsson (61' Hallur Hansson) og Kaj Leo í Bartalsstovu - Meinhard Egilsson Olsen (46' Dan í Soylu) og Hilmar Leon Jakobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
33-ára gamli Dan Brimsvík vendur aftur til barndómsfelagið eftir nøkur væleydnað ár sum ungdómsvenjari í Lyngby
Týskvøldið brast bumban: Samstarvið millum B36 og Jákup á Borg var endað. Ímyndin av B36 var í drúgvari tænastu sum leikari og hevur seinastu fýra árini stjórnað besta mansliðið felagsins, men nú er liðugt fyri fyrst í øllum førum.
Søgur um nakað av ónøgd av leikarahópinum hava verið at hoyrt í fótbóltsheiminum seinastu tíðina, og hetta var orsøkin til, at Jákup á Borg til seinast takkaði fyri seg. 41-ára gamli venjarin skal ikki standa á odda til steypakappingina, ið er sera umráðandi fyri B36, tí um liðið megnar at fáa fatur á steypinum, so gevur tað eitt evropeiskt pláss.
Tað verður Dan Brimsvík, sum skal royna at føra barndómsfelagið til hetta og eisini frameftir sum skilst. Føroysku bolt.fo og in.fo hava skrivað um hetta og eisini danska bold.dk, og hóast tað ikki ber til at fáa eina váttan frá B36 ella frá høvuðspersónuum sjálvum, so hevur Portalurin fingið váttað frá keldum, at tað verður Dan, sum verður settur í starvið.
33-ára Dan Brimsvík var í fleiri ár venjari í ungdómsdeildini hjá B36 - fyri tað mesta við 1995-árganginum og teimum rundanum. Í 2012 førdi hann næstbesta liðið til uppflyting til 1. deild og vann steypakappingina við U18.
Seinastu árini hevur Dan búð í Danmark, har hann hevur tikið A-prógv, og har hann fyrst var venjari í Hvidovre og síðani í Lyngby. Í tí felagnum hevur Dan Bromsvík tikið sær av U14 og U15-árgangunum. Hann fær sera góð skoðsmál frá starvsfeløgunum í felagnum, sum hevur eina góða ungdómsdeild.
Nú er eitt størri starv og avbjóðing fyri framman hjá unga venjaranum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Fyrsta fótbóltsakademi í Føroyum sær dagsins ljós á nýggjárinum. Talan er um akademi fyri fótbóltsspælarar í barna- og ungdómsdeildunum í økinum, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag tekur stig til
Sviin, Glenn Ståhl, kemur at standa á odda fyri akademinum. KÍ hevur gjørt tvey ára sáttmála við svian, sum var venjari hjá NSÍ ein stóran part av júst farna kappingarári í Betrideildini.
- Hetta er ein ætlan, sum KÍ hevur arbeitt við alt hetta kappingarárið, sigur Tummas Lervig, formaður, sum fegnast um, at avtala er gjørd við Glenn Ståhl, sum vandi besta liðið hjá NSÍ inntil síðst í september mánaði í ár, tá NSÍ segði svian úr starvi.
Men nú kemur Glenn Ståhl aftur til Føroya og hesa ferð til Klaksvíkar at standa á odda fyri fótbóltsakademinum hjá KÍ.
- Hann er tann rætti maðurin til hetta starvið, og hann passar væl inn í konseptið, sigur formaðurin í KÍ. Akademiið verður opið, og tí ber til hjá øllum børnum og ungum at tekna seg.
Enn eru nøkur viðurskifti eftir at fáa heilt upp á pláss. So skjótt sum hesi eru komin í rættlag, fer KÍ at bjóða til tíðindafundar, har kunnað verður nærri um stórslignu ætlanirnar komandi árini, har føroyskir fjølmiðlar kunnu seta spurningar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Triðja og seinast FM kappingin í fjallasúkkling var farna vikuskiftið
Um vikuskiftið var triðja og seinasta FM kappingin í fjallasúkkling. Kappast var á longum teini, og kallast henda kapping, MTB XCM, ella MTB Marathon. Hesin teinurin skal vera omanfyri 60 kilometrar, og vinnaratíðin liggur omanfyri tríggjar tímar.
Leygardagin var tað økið við Flatnahaga, ið var karmur um kappingina. Talan er um eina drúgvan og harðan tein, har súkklararnir skiftivís súkkla í lendi millum grót og eyru, og aðrar løtur á grúsi og asfalti. Orsakað av ringa veðrinum seinastu vikuna, var lendið vátt og sostatt enn meira torført at súkkla á.
Koyrt var í fýra umførum á tilsamans 62 kilometrar.
Helgi Winther Olsen, ið teljist millum sterkastu súkklarar í landinum, vann við at brúka sama taktikk, sum í hinum báðum FM kappingunum.
Helgi legði hart út, og longu frá byrjan setti hann trýst á kappingarneytarnar, og royndi at koyra undan í fyrstu longu klintringini frá Tølthøllini í Havnadali niðan á Kleynsvarða. Hann økti stútt fyri hvørt umfar og var fyrstur á mál.
Tíðin hjá Helga var 3 tímar, 16 minuttir og 35 sekund.
Teir, sum bardust fyri silvurið vóru Hilmar Hansen og Andrass Joensen.
Hilmar og Andrass vóru javnir, og leingi stóð á jøvnum millum teir. Teir fylgdust tvey av fýra umførum, men orsakað av einum ryggskaða var Hilmar noyddur at gevast.
Andrass Joensen helt á, og tá avtornaði kom hann á mál sum nummar tvey, góðar 10 minuttir aftaná Helga.
Herfinn Thomassen, sum er nýggjur í fjallasúkkluhøpi, gjørdist triði maður á mál í opna bólkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2020
26-ára gamli vongurin gjørdist toppskjútti í EM-undankappingardystinum hjá Danmark við 11 málum: - Hann gjørdi finsku málverjarnar í ørviti, sigur viðmerkjari
Í stórsigrinum hjá Danmark í Finnlandi farna vikuskiftið varð tað serliga ein leikari, ið skaraði framúr: Hannover-Burgdorf vongurin Jóhan á Plógv Hansen.
Nummar 26 skoraði 11 av teimum 40 málunum hjá Danmark, og tað var við fjølbroytni og á tekniskum høgum støði, ið gjørdi at teir finsku málverjarnir gjørdust í ørviti.
Hetta skrivaði Bent Nygaard, hondbóltsviðmerkjari, í sínari karakterbók.
Jóhan spældi bert eina líla løtu í sigrinum á Sveis í Aarhus í undanfarnu viku, men í vikuskiftinum gjár spældi 26-ára gamli føroyingurin allan dystin, og hann varð toppskjútti í dystinum. Átta av málunum komu fyri stegðin, tá Jóhan á Plógv skoraði uppá øll síni skot. Emil Jakobsen úr GOG, skoraði átta mál í dystinum. Hann spældi á hinum vonginum.
- Eg eri glaður og errin. Tað merkir otrúliga nógv at spæla fyri landsliðið. Vit eru nógvir dugnaligir leikarar, so tað fær man ikki altíð møguleika fyri. Eg njóti hvønn minutt, sum eg fái á vøllinum, og tá man so fær møguleikan at spæla 60 minuttir, so er tað framúrskarandi.
Hetta segði Jóhan á Plógv Hansen við TV2 Sport eftir dystin. Høgri vongurin hevur fingið eina sera góða byrjan í Bundesliguni - Danmark spæla aftur í undnakappingini 10. marts 2021 í Norðurmakedónia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2020
Næsta ár skal liðið, har føroyski landsliðsleikain er liðformaður, spæla í næstbestu norsku deildini
Eftir fýra ár í 2. Division - triðbestu deildini í Noregi - eydnaðist tað hjá Bryne at flyta upp. Hetta varð staðfest við 3-0 sigri á heimavølli móti Sotra farna vikuskiftið. Við sigrinum var greitt, at Bryne, ið hevur tveir dystir eftir at leika, endar nummar eitt í sínum bólki, og flytir upp saman við Fredrikstad.
Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin. Hann er liðformaður og lyklaleikari hjá Bryne, og fjepparar hava skrivað á Twitter, at hann er ársins leikari hjá felagnum
- Tað var deiligt. Vit vistu, at vit lógu væl fyri, men tað var ein ávísur nervøsitetur. Men 3-0 er ein góður sigur, og tað eru so nógv her, sum hava eina uppflyting uppiborna: Alt frá Reyða krossi til áskoðarar. Hetta er ein gleðisdagur í Bryne, segði Rógvi Baldvinsson við tv2.no.
Mynd: tv2.dk
Liðið úr Rogalandi, har Erling Håland byrjaði sína yrkisleið, skal komandi ár spæla í OBOS-deildini. 30-ára gamli Rógvi Baldvinsson hevur nú landsliðsuppgávur at hugsavna seg um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2020
Klokkan 4.30 kom avtalan uppá pláss - Framókn er ikki við. Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum gjørdist tungan á vágskálini er varaborgarstjóri.
Í 2016 fekk Heðin Mortensen nógv flestar persónligar atkvøður, og valkvøldið sá út til, at samgonga fór at verða skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Men so skuldi ikki verða, Annika Olsen endaði sum borgarstjóri og Heðin Mortensen í andstøðu í býráðnum í Tórshavn.
Hesaferð var eingin slingur í valsinum hjá Heðini, sum tíðliga mikumorgunin sendi út skriv við boðunum um, at samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð klokkan 4:30.
Annfinn Brekkstein gjørdi greitt, at hann stuðlaði Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum, og stutt eftir at valúrsltið varð greitt, varð farið undir samráðingar á Gamla apoteki.
Tá var Framsókn eisini við, men Ruth Vang tók seg seinni burtur úr samstarvinum.
Heðin og Annfinn - níggju punktir
Í skjalinum, sum varð sent miðlunum, varð gjørt greitt, at Javnaðarflokkurin fær borgarstjóran og Sambandsflokkurin fær varaborgarstjóran. Annfinn Brekkstein varð einasti persónurin frá Lista B, sum varð valdur, og tað at hann er við ger, at ein meiriluti er tryggjaður, og Annfinn verður 1. januar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
At Heðin Mortensen verður borgarstjóri er eingin ivi um. Javnaðarflokkurin fekk seks fólk inn.
Hósdagin skipaði nýggja býráðssamgongan seg á fyrsta fundinum hjá nývalda býráðnum, sum tekur við á nýggjárinum.
Myndirnar frá fundinum hevur Sverri Egholm tikið. Fleiri myndir her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Klaksvík: Jógvan Skorheim takkar fyri seg sum borgarstjóri, og staðfestir at Sjálvstýri ikki verður í samgongu
Tað gjørdist dramatiskt í Árnafirði, tá Sjálvstýri varð avloyst av Sambandsflokkinum í samgongusamráðingunum í Klaksvíkar býráðið.
Fólkaflokkurin, við fimm býráðslimum, kundi ikki finna eina semju við Sjálvstýrisflokkin, við tveimum limum, og so varð Karl Johansen, sýslumaður, og nývaldur fyri Sambandsflokkin boðin inn og fekk bjóða borgarstjórastarvið.
Jógvan Skorheim hevur nú lagt kongin eftir átta ár sum borgarstjóra. Í uppslagið á Facebook skrivar hann, at tey høvdu droymt um at verandi framburður skuldi halda fram, har fokus var á spennandi verkætlanir, miðbý, visionerar ætlanir og fólkavøkstur, men at Fólkaflokkurin valdi nakað annað. Tí slitnaðu samráðingarnar.
Fráfarandi borgarstjórin sendur eina tøkk til øll tey, sum hava stuðla honum og flokkinum, og til valevni og tey sum hava samstarvavið hann seinastu árini.
Til seinast slær Jógvan Skorheim fast, at hann ongantíð fekk vissu fyri nøkrum øðrum møguleika fyri samgongu, hóast hetta hevur verið ført fram í miðlunum. Tað skuldi so verið við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, og tað hevði tilsamans givið ein meiriluta.
Karl Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Jóanis Lisberg var tað valevni, sum fekk flestar atkvøður í mun til greiddar atkvøður
Nógv varð tosað um toppskorarar, atkvøðutal og undirtøku á bý- og bygdarráðsvalunum í týsvøldið. At Heðin Mortensen var toppskorari í Havn og at Tórbjørn Jacobsen tók metið í Runavík.
Men tann borgarstjórin, sum fekk lutfalsliga besta valið í gjár, var borgarstjórin í Famjin, Jóanis Lisberg, sum fekk 35 atkvøður.
Við tað, at tað vóru 73 greiddar atkvøður í Famjins kommunu í gjár, so svarar undirtøkan fyri sitandi borgarstjóra til næstan helmingin av øllum atkvøðunum, ella 47,9 prosent. Og Jóanis Lisberg er sostatt toppskorarin í prosentum í mun til givnar atkvøður.
Yvirhøvur er tað – og tað er eisini heilt nátúrligt – valevnini í teimum smæstu kommununum, sum hava størst lutfalsliga undirtøku.
Vit hava gjørt eina uppgerð yvir, hvussu nógv prosent toppskorararnir í teimum einstøku kommununum fingu í mun til samlaða atkvøðutalið, og úrslitið gjørdist hetta:
Jóanis Lisberg, Famjin, 47,9
Delmar Tausen, Hov, 43,1
Poul O. Tórarenni, Skúvoy, 41,2
Símun Gullaksen, Fugloy, 38,2
Pauli T. Petersen, 32,9
Linjohn Christiansen, Skálavík, 32,4
Halltóra Joensen, Sumba, 28,6
Símun H. Johannessen, Húsavík, 27,5
Rógvi Egilstoft, Eiði, 24,4
Kristin Michelsen, Tvøroyri, 23,4
Janus Thomsen, Hvalba, 23,4
Ingrid Petersen, Hvannasund, 22,1
Marita Sumberg, Viðareiði, 20,9
Gerhard Lognberg, Skopun, 20,5
Poul J. Poulsen, Kunoy, 19,4
Hans J. Sørensen, Kvívík, 18,7
Heini S. Kristiansen, Nes, 18,3
Dennis Holm, Vágur, 18,0
Tórbjørn Jacobsen, Runavík, 17,8
Andreas Berg, Porkeri, 17,8
Heðin Mortensen, 17,4
Eyð Ellingsgaard, Sørvágur, 16,3
Artur Johansen, Sjóvar, 14,8
Heri Sverrason, Sandur, 12,6
Jógvan Skorheim, Klaksvík, 11,5
Jógvan Kruse, Sunda, 9,1
Per Martin Gregersen, Eysturkommuna, 8,9
Dávur Juul, Fuglafjørður 7,4
Bjarni Prior, Vága, 7,2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2020
Hann fekk metnógvar atkvøður á valinum, og hóskvøldið varð tað einmælt samtykt, at Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri. Kaja Joensen verður varaborgarstjóri
Tað verður aftur Tórbjørn Jacobsen sum fer at røkja borgarstjórasessin í Runavíkar kommunu næstu fýra árini.
Hetta samtykti eitt einmælt býráð í hóskvøldið.
Kaja Joensen, sum var næstvald, er vald sum varaborgarstjóri.
Tórbjørn Jacobsen fekk 461 atkvøður og Kaja Joensen fekk 132 atkvøður á valinum týsdagin.
Lagt verður upp til breitt samstarv millum allar tríggjar listarnar í triðstørstu kommunu í landinum.
- Tað er eitt kollektivt stýri við ellivu býráðslimum, sum nú fer undir at røkja kommununa hjá borgarunum okkara næstu fýra árini, segði hann við útvarpið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Toppskorarin á valinum, Heini Súnason Kristiansen, verður varaborgarstjóri og formaður í umhvørvisnevndini í Nes kommunu
Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu skipaði seg í mikukvøldið við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra.
Súni í Hjøllum, sum hevur sitið í kommunustýrinum á Toftum í upp móti einum mannaminni, fekk 142 atkvøður á valinum týsdagin. Við borgarstjórasessinum fylgir eisini formansskapurin í fíggjarnevndini.
Toppskorarin á valinum, nývaldi Heini Súnason Kristiansen, sum fekk 150 atkvøður, tók sostatt ikki við borgarstjóraembætinum, men verður í staðin varaborgarstjóri og formaður í umhvørvisnevndini, sum er ein nýggj nevnd í Nes kommunu.
Dakko Petersen verður formaður í teknisku nevnd, Elin á Torkilsheyggi forkvinna í mentanarnevndini og Høgni Hansen formaður í trivnaðarnevndini.
Nývalda bygdarráðið fer at skipa seg á almennum fundi í næstu viku, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Nýggja býráðið í Vága kommunu skipaði seg hóskvøldið, Bjarni Prior yvirtekur sessin hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, sum ikki stillaði uppaftur í ár
Á kommunuvalinum týsdagin var tað Bjarni Prior, sum fekk flestar atkvøður (92) í Vága kommunu, og varð sostatt hann, ið kallaði nývalda býráðið inn til fund.
Tá býráðið skipaði seg varð tað eisini toppskorarin, sum varð valdur til borgarstjóra.
Seinastu fýra árini hevur Eyðdis Hartmann Niclasen sitið í borgarstjórasessinum í kommununi, men hon stillaði ikki upp aftur í ár.
Listi A fekk seks umboð, og Listi F fekk fimm. Tey 11, sum vórðu vald í býráðið í Vága kommunu, hava skipað seg soleiðis:
Borgarstjóri: Bjarni Prior
Varaborgarstjóri: Albert Ellefsen
Fíggjarnevnd: Bjarni Prior, Albert Ellefsen, Tórdis D. Johannesen, Ásla Leila B. Johansen og Herborg H. Gaardlykke.
Tekniskanevnd: Dagbjørn Hansen, Jóanis Albert Nielsen, Tórdis D. Johannesen, Sólfríð Fjallsbak og Jens Gaardlykke.
Mentarnar- og trivnaðarnevnd: Rósa Samuelsen, Tórdis D. Johannesen, Ásla Leila B. Johansen, Jónhard Selfoss og Herborg H. Gaardlykke.
Vinnu- og havnanevnd: Jóanis Albert Nielsen, Dagbjørn Hansen, Jens Gaardlykke, Jónhard Selfoss og Sólfríð Fjallsbak.
IRF: Jóanis Albert Nielsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Talan er um Dávur Juul, sum fekk flest atkvøður, men sum í løtuni er til skips. Sonni á Horni og listin sum hann var á eru ikki í valbólkinum
Nú er endaliga greitt, hvussu tey valdu hava skipað seg í Fuglafjarðar kommunu. Allir tríggir listarnir fingu trý inn, og tað eru Listi F og Listi B sum eru farin í valbólk.
Hvør limur fer at standa á odda fyri einari nevnd:
Fíggjarnevnd: Dávur Juul (F)
Havna & Vinnunevnd: Magni Herason Jøkladal (B)
Tekniska Nevnd: Eivin Sigurð Breiðaskarð (F)
Sosiala Nevnd: Edva Jacobsen (B)
Orku & Umhvørvisnevnd: David Andreasen (F) *
Mentanarnevnd: Eyðun á Lakjuni (B)
* Nýggj nevnd - hinar eru fastar
Tað verður Dávur Juul, sum varð fyrstvaldur á Lista F, sum skal røkja sessin sum borgarstjóri. Hann er í løtuni til skips, men skal avloysa Sonna í Horni sum hevur verið borgarstjóri seinastu seturnar.
Eyðun á Lakjuni var fyrstvaldur á Lista B. Hann verður varaborgarstjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Nývalda bygdaráðið í Vestmanna hevur skipað seg. Bjørg á Rógvi verður varaborgarstjóri
Pauli Trond Petersen tekur eitt tørn afturat sum borgarstjóri í Vestmanna. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Varaborgarstjóri verður Bjørg á Rógvi.
Pauli var fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í 2005, og hevur hann sostatt sitið í bygdaráðnum í 16 ár, seinastu átta árini sum borgarstjóri. Á kommunuvalinum týsdagin var Pauli Trond Petersen toppskorari við 248 atkvøðum.
Nøvn eru eisini sett á hvør er í ymsu nevndunum, men nevndirnar hava ikki skipað seg enn.
Nevndarsessirnir eru býttir soleiðis:
Fíggjarnevndin: Pauli Trond Petersen, Laila Haldansen og Ingi Olsen.
Tekniska nevnd: Bjørg á Rógvi, Sára Jógvansdóttir og Eyðun Hansen.
Mentanarnevndin: Bjørg á Rógvi, Laila Haldansen og Anja Haldansen.
Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin: Bjørg á Rógvi, Sára Jógvansdóttir og Anja Haldansen.
Havnarnevndin: Eyðun Hansen, Ingi Olsen og Sára Jógvansdóttir.
Skúlastýrið: Laila Haldansen (varaumboð: Ingi Olsen) og
Anja Haldansen (varaumboð: Eyðun Hansen).
Heimatænastuna í VEKS: Pauli T. Petersen og Bjørg á Rógvi.
Tilbúgvingarnevndin: Pauli T. Petersen, Jóhan Müller og Ingi Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Hon yvirtekur sessin frá Aimé Jacobsen, sum ikki stillaði uppaftur – Nýggi borgarstjórin fekk flestar atkvøður av valevnunum í kommununi
Nú er greitt, at tað verður 56 ára gamla Eyð Ellingsgaard, sum verður borgarstjóri í Sørvágs kommunu í nýggja árinum.
Tá nýggja bygdaráðið skipaði seg hóskvøldið, varð hon einmælt vald til borgarstjóra. Varaborgarstjóri verður Elsebeth Davidsen
Eyð Ellingsgaard var toppskorarin á kommunuvalinum í Sørvágs kommunu við 126 persónligum atkvøðum. Hon fer at avloysa Aimé Jacobsen, sum ikki stillaði upp aftur til bygdaráðið.
Nývalda bygdaráðið hevur skipað seg soleiðis:
Fíggjarnevndin: Eyð Ellingsgaard, forkv., Hugin Skaalum, og Jóhan á Ørg
Tekniska nevnd: Jóhan Mikkelsen, Hugin Skaalum, og Jón Joensen
Trivnaðarnevndin: Jóhan Mikkelsen, Elsebeth Davidsen, og Jón Joensen
Vinnunevndin: Jón Joensen, Hugin Skaalum, Jóhan á Ørg
Havnarnevndin: Elsebeth Davidsen, Jóhan á Ørg, og Jóhan Mikkelsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2020
Nývalda bygdarráðið skipaði seg í mikukvøldið
Toppskorarin á valinum í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen úr Leynum, verður borgarstjóri komandi fýra árini.
Tað skrivar heimasíðan hjá Kvívíkar kommunu eftir at nývalda bygdarráðið skipaði seg í gjárkvøldið.
Varaborgarstjóri verður Frank Müller. Teir eru báðir nývaldir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020
Sanna Akurstein verður varaborgarstjóri
Málfrøðingurin Katrin Næs tekur við leiðsluni í Hvannasunds kommunu eftir nýggjár. Sanna Akurstein verður varaborgarstjóri.
Ingrid Petersen, sum hevur røkt borgarstjórastarvi eftir at Irdi Jacobsen legði frá sær, og gjørdist toppskorari á valinum týsdagin, heldur sostatt ikki fram. Ingrid Petersen verður í staðin umboðið hjá Hvannasunds kommunu í Sev-stýrinum og eisini í stýrinum fyri IRF.
Katrin Næs var nývald í bygdaráðið, men hevur sitið í kommunustýrinum fyrr, og eisini verið borgarstjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2020