Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. juli 2021 | Nr. 27 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Javnaðarflokkurin varðveitir leiðsluna

SíÐa 2

1 Leygardagur 03. juli 2021

Góðan lesihug og góða Varmakeldustevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ongi útlit til politiskan stabilitet tvørtur um valskeið

Løgtingið er farið í summarfrí, og politikararnir, sum vit hava latið valdið í hendur, hava fríar ræsur at markera seg, uttan at fáa annað mótspæl frá hinum fólkavaldu, enn tað, sum kemur fram í lesarabrøvum, onkrum hissini grein 54 fyrispurningi og annars tí, sum miðlarnir velja at taka upp.

Hetta sæst kanska aftur í metingunum, sum verða kunngjørdar í Blaðnum í dag, har samlaða ummælið, sum politikararnir fáa, ikki er nakað serligt at reypa av, men har andstøðan liggur munandi lægri í karakteri, enn samgongan ger.

Hinvegin er onki, sum – nú valskeiðið skjótt er hálvrunnið – bendir á, at sitandi borgarliga samgonga við sambandsformanninum á odda, sleppur at halda fram við leiðsluni eftir eitt komandi løgtingsval.

Allar veljarakanningar hetta seinasta árið og væl tað hava víst, at nógv teir flestu veljararnar vilja hava Javnaðarflokkin at taka um endan aftur. Flokkin, sum veljararnir annars kveistraðu til viks eftir eitt valskeið saman við Tjóðveldinum fyri minni enn tveimum árum síðani. Hetta verður aftur staðfest í nýggjastu veljarakanningini hjá Spyr.fo, sum sæst her í Blaðnum í dag.

Ongi útlit til politiskan stabilitet, sum røkkur tvørtur um valskeið.

Síðan annað landsstýrisskeið hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 2011, hava vit havt blokkpolitikk í Føroyum. Annaðvørt ein bláan blokk við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, ella ein reyðan blokk við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi har teir smáu flokkarnir hava verið kittið, ið hevur hildið samgonguni saman aftur fyri at fáa munandi størri vald, enn fólkaræðisliga valúrslitið annars hevur givið teimum.

Spurningurin er, um hetta er rætta leiðin at ganga. Við núverandi gongd verður brotið niður og bygt upp fyri síðan aftur at verða brotið niður og bygt upp.

Úrslitið av hesum er, at ov nógv tíð og orka fer til spillis. Ov lítil verulig menning fer fram, tí embætisverkið við olympiskum millumbilum verður sett at uppfinna tann djúpa borðiskin av nýggjum bara grundað á, at tær skipanir, sum undanfarna samgonga hevur bygt upp ikki skulu sleppa at vera galdandi.

Ábyrgdarpolitikarar áttu longu nú farið at kanna líkindini fyri at finna nýggjar samstarvshættir við tí endamáli at byggja land og tryggar skipanir ti tess at fáa veruliga og skipaða menning aftur í samfelagnum, menning, sum tekur ábyrgd av øllum tættum á samfelagsstiganum.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 9214

    Lisnar síður: 29190

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 03. juli 2021

Javnaðarflokkurin varðveitir leiðsluna

Spyr.fo: Nú tekur Sambandsflokkurin inn á Fólkaflokkin aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Javnaðarflokkurin varðveitir sína støðu sum flokkurin við nógv størstu undirtøkuni sambært veljarakanningunum.

Týsdagin vórðu 500 veljarar spurdir um hvønn flokk tey fóru at velja, og eins og seinast Spyr.fo setti henda spurningin vegna Blaðið Vikuskifti, vórðu tað 29 prosent, sum søgdu seg fara at velja Javnaðarflokkin.

Sostatt stendur Javnaðarflokkurin framhaldandi til at fáa 10 av teimum 33 sessunum í Løgtinginum, um val hevði verið nú.

Fólkaflokkurin missir til sambandið
Fólkaflokkurin er enn næststørstur, men minkar støðugt í mun til løgtingsvalið. Undirtøkan nú er 21,4 prosent, og tað eru yvir trý prosentstig færri enn á løgtingsvalinum 31. august 2019.

Afturgongdin til Fólkaflokkin merkir eisini, at umboðanin, sambært kanningini, verður sjey tingsessir – ein færri enn í løtuni.

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin eru so at siga javnir – fáa ávikavist 17,9 og 17,8 prosent í nýggjastu kanningini og seks tinglimir hvør. Fyri Tjóðveldi er tað status quo í mun til seinasta val og seinastu kanning, meðan fyri Sambandsflokkin er tað ein afturgongd á ein tinglim í mun til valið, men ein framgongd í mun til seinastu Spyr.fo-kanning, sum bert gav Sambandsflokkinum fimm tinglimir.

Teir báðir smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Framsókn varðveita sínar tveir tinglimir sambært kanningini, meðan Sjálvstýrið, heldur ikki hesaferð, fær nakað umboð við sínum trimum prosentum av atkvøðunum, sum er væl meira enn við seinastu kanning, og ikki so langt frá úrslitinum á seinasta vali, ið gav flokkinum ein tingsess.

Lítil broyting hjá teimum smáu
Miðflokkurin og Framsókn fáa nú ávikavist 5,7 og 5,1 prosent, í báðum førum nakað minni enn til seinastu kanning og eitt vet meira enn á løgtingsvalinum.

Munurin millum samgongu og andstøðu er framvegis tann sami, sum undanfarnu nógvu kanningar. Núverandi andstøðan fær 18 tinglimir og samgongan 15.

Tað er bara Javnaðarflokkurin, sum gongur fram í tingmannatali í mun til valúrslitið. Flokkarnir, ið missa, eru Sjálvstýri, Sambandsflokkurin, og nú eisini Fólkaflokkurin.

Havast skal í huga, at óvissan í úrslitinum liggur millum 3,8 og 5,5 prosent. Eisini er vert at taka við, at ein rættiliga stórur partur av teimum spurdu – 7,6 prosent – ikki hava tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2021

3
Leygardagur 03. juli 2021

Heldur vánalig ummæli til politikararnar

Veljararnir geva andstøðuni verri ummæli enn samgongan fær

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ikki serliga góð ummæli, sum løgtingspolitikararnir fáa frá veljarunum. Miðal – nei undir miðal – er dómurin, bæði til samgongu og andstøðu.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti týskvøldið, vórðu veljararnir spurdir um, hvussu tey halda, at samgongan og andstøðan hevur klárað seg síðan valið.

Tey kundu svara frá 1 til 5 har 1 er sera illa og 5 er sera væl.

Og úrslitið fyri bæði samgongu og andstøðu er 2,9, altso beind undir miðal.

Men tað er eisini annað, ið kann lesast burtur úr svarunum. Eitt nú, at veljararnir hjá samgonguni geva samgonguni rættiliga nógv betri ummæli, enn veljararnir hjá andstøðuni geva “sínum” umboðum á tingi.

Eisini sæst, at veljararnir, ið búgva uttan fyri Havnina, eru nógv nøgdari við samgonuna, enn veljararnir í høvuðsstaðnum eru.

Generelt fær andstøðan eisini nógv lægri karakter, enn samgongan fær, framgongur av úrslitinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2021

4
Leygardagur 03. juli 2021

Bárður og Kaj Leo klára seg best

Hóast Sambandsflokkurin ikki er tann, ið fær størstu undirtøkuna av Samgonguflokkunum, so eru sambandsmenn klárir toppskorarar, tá spurt verður hvør hevur klárað seg best

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá veljararnir verða bidnir um at siga, hvørji trý landsstýrisfólk tey halda hava klárað seg best síðan løgtingsvalið, so eru tað tveir av trimum veljarum, sum seta sín kross fyri bæði Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og undangongumanni hansara sum floksformaður og løgmaður fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannessen.

64 prosent av veljarumum sita Bárður á Steig Nielsen og 63 prosent siga Kaj Leo Holm Johannesen.

Viðgongdin hjá Sambandsflokkinum rakar ikki triðja landsstýrismannin hjá flokkinum, Helga Abrahamsen. Bert 33 prosent halda, at hann er millum tey trý, ið hava klárað seg best í landsstýrinum.

Hjá Fólkaflokkinum er tað Jacob Vestergaard, sum klárar seg best. 44 prosent hava víst á hann, 36 prosent vísa á Elsebeth M. Gunnleygsdóttur meðan Jørgen Niclasen, floksformaður og varaløgmaður, bert verður valdur av 32 prosent av teimum spurdu.

Landsstýrismaðurin, sum er minst vældámdur av veljarunum, er umboðið fyir Miðflokkin í landsstýrinum, Jenis av Rana, sum verður valdur av 28 prosentum av teimum spurdu.

Áhugavert er eisini at síggja, at Kaj Leo er best dámdur millum mannfólkini, meðan konufólkunum best dámar Bárð á Steig Nielsen.

Samgonguveljarunum dámar best løgmann, meðan Kaj Leo er best dámdur millum andstøðuveljaranar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2021

5

Størv

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024
6
Leygardagur 03. juli 2021

Gudmund Helmsdal: Hetta er tann besta viðurkenningin at fáa

Stuttfilmurin “Trøllabeiggi” er sloppin við á viðurkenda filmsfestivalin L.A. Shorts International Film Festival, sum er ein av størstu altjóða festivalunum fyri stuttfilmar, men hóast stuttfilmurin higartil er sloppin við á 27 festivalar og hevur vunnið 23 virðislønir, torir leikstjórin ikki at spáa um møguleikarnar at vinna á festivalinum

– Eg gjørdi spontant eitt “YESSS” við øllum arminum a la Kevin í “Home Alone”, tá eg las gleðiboðini, sigur Gudmund Helmsdal, filmsleikstjóri (Mynd: Klara Johannessen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðan føroyski stuttfilmurin “Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal varð frumsýndur á Geytakvøldinum í fjør, hevur hann ferðast víða kring heimin. Higartil er stuttfilmurin sloppin við á 27 filmsfestivalar, og hevur hann vunnið 23 virðislønir.

Størsti festivalurin, sum “Trøllabeiggi” higartil er sloppin við á, er L.A. Shorts International Film Festival í amerikanska býnum Los Angeles.

[object Object]

L.A. Shorts er elsti núverandi filmsfestivalurin fyri stuttfilmar í Los Angeles umframt ein av størstu altjóða festivalunum fyri stuttfilmar yvirhøvur. Á hvørjum ári vísir festivalurin yvir 300 filmar og dregur 10.000 gestir at sær, harímillum gestir, sum eru stórir innan filmsframleiðslu í Hollywood.

Verður ein heiðraður við virðisløn á hesum festivalinum, hevur ein møguleika at verða tilnevndur eina BAFTA-virðisløn, eina Oscar-virðisløn, ella eina virðisløn á Canadian Screen Awards. Sambært heimasíðuni hjá festivalinum hava 60 filmsframleiðarar, sum hava luttikið á festivalinum, verið í uppskoti til eina Oscar-virðisløn, og 16 av teimum hava vunnið.

– Hetta merkir at “Trøllabeiggi" er millum teir bestu

Fyri tveimum vikum síðani avdúkaði Gudmund Helmsdal, at stuttfilmur hansara var sloppin við á viðurkenda filmsfestivalin, men áðrenn tað hevði hann gingið og hildið tað loyniligt í vikuvís.

– Eg fekk at vita fyrst í mai, at eg var valdur út til festivalin, og var sjálvsagt ófatiliga glaður um, at tað umsíðir eydnaðist at sleppa við á ein Oscar kvalifiserandi festival. Eg gjørdi spontant eitt “YESSS” við øllum arminum a la Kevin í “Home Alone”, tá eg las gleðiboðini, sigur leikstjórin við Blaðið Vikuskiftið.

Sambært Gudmundi Helmsdal er hetta tann besta viðurkenningin at fáa, tí tað merkir, at “Trøllabeiggi” er millum teir bestu av túsundatals stuttfilmum, sum eru í umferð kring heimin í ár.

[object Object]
(Mynd: Klara Johannessen)
 
– Festivalurin hevur, sum tann einasti, heilar sjey virðislønarflokkar, ið kvalifisera til eina Oscar-, BAFTA- og Canadian Screen Awards-tilnevning, so tað er sjálvsagt heilt ómetaliga spennandi at verða við í kappingini, sigur Gudmund.

Og tað eru ikki hissini samlag, sum Gudmund nú er komin í við “Trøllabeiggja”. Av leikstjórum, ið hava tikið lut á L.A. Shorts gjøgnum árini kunnu nevnast Tim Burton, Paul Haggis, Shane Black, John Woo, Tony Scott, Jon Favreau, Terry Gilliam og David Lynch.

Torir ikki at spáa um møguleikarnar

Sum áður nevnt, hevur “Trøllabeiggi” higartil vunnið 23 virðislønir á ymiskum festivalum kring heiminum, og nógvar av teimum hevur hann vunnið í India og USA, men hóast tað hevur gingið væl higartil, torir Gudmund ikki at spáa um møguleikarnar at vinna á L.A. Shorts.
 
– Eg tori als ikki at spáa um møguleikarnar hjá “Trøllabeiggja” at vinna, tað veldst alt um eygað sum sær, men higartil hevur so gingið væl at vunnið á øðrum festivalum. Hvør veit, kanska teir heilt røttu dómararnir verða í dómsnevndini hesuferð?

[object Object]

Higartil hevur Gudmund ikki sjálvur verið úti á filmsfestivalum við “Trøllabeiggja”, men hann sigur seg vóna, at tað fer at bera til hjá honum at ferðast runt á festivalar seinni í ár. Eitt nú hevur hann ein annan festival í Los Angeles í september – Burbank International Film Festival – sum hann er bjóðaður til.

– Kanska eg fari ein túr til reyðu langmáttuna har í september, sigur hann.

Um “Trøllabeiggja”

“Trøllabeiggi”, verður á eingilskum nevndur “Brother Troll”, og er 30 minuttir langur.

Filmurin snýr seg um tveir brøður, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali og stríðast fyri tilveruni og sambandinum sínamillum, eftir at teir hava mist elsta beiggjan. Leikarar eru Nicolaj Falck og Búi Dam.

[object Object]

“Trøllabeiggi” varð frumsýndur á Geytakvøldinum í fjør, har hann eisini vann Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur. Stuttfilmurin er síðani sloppin við á filmsfestivalar í Avstralia, Ukraina, Rumenia, Fraklandi, Italia, Wales, USA, Malaysia, India, Japan, Butan, og Peru.

Fyri einum mánaða síðani hevði Blaðið Vikuskifti eina longri samrøðu við Gudmund Helmsdal um “Trøllabeiggja”. Tann greinin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2021

7 Leygardagur 03. juli 2021

John Rajani nýggjur løgmansstjóri

Gevst sum sendimaður í Ísrael og tekur við sum løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir sum gevst eftir 25 árum í starvinum

John Rajani (Mynd: Klara Johannesen / Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

John Rajani er settur sum nýggjur stjóri á Løgmansskrivstovuni.

John Rajani hevur drúgvar royndir bæði í landsfyrisitingini og í privatu vinnuni. Hann starvaðist í Mentamálaráðnum í trý ár, áðrenn hann í 1999 fór í starv á Løgmansskrivstovuni. Í tíðini á Løgmansskrivstovuni røkti hann ymiskar uppgávur, millum annað var hann sendimaður Føroya í London millum 2002 og 2005.

Í fíggjarvinnuni hevur John Rajani tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstøði úr BankNordik. Seinastu tíðina hevur hann verið sendimaður Føroya í Tel Aviv í Ísrael.

Nýggi løgmansstjórin er 52 ár gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn.

John Rajani loysir Marjuna Hanusardóttir av, sum gevst eftir 25 ár sum løgmansstjóri.

Hann byrjar í starvinum tann 1.august

10 umsóknir vóru til starvið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

8 Leygardagur 03. juli 2021

Fólkið ósamt í spurninginum um at loyva festivalum

Spyr.fo: Tey ungu eru fyri, men samlað eru fleiri ímóti – hinvegin er stórur meiriluti fyri at kunna halda ólavsøku

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ikki semja í fólkinum í spurninginum um vit skulu halda festivalar her í juli mánaði ella ikki.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo

Nú G! Festivalurin hevur tikið avgerð um at ganga ímóti almennu tilmælunum og kortini halda festivalin í Syðrugøtu triðja vikuskiftið í juli, spurdu vit týsdagin 500 fólk, um teirra støðu til hesa útsøgnina: “Vit skulu framhaldandi frámæla festivalum”.

Úrslitið er, at tað er ikki semja í fólkinum. 42,8 prosent av teimum spurdu siga seg vera samd meðan nakað færri, 41,4 prosent, søgdu seg vera ósamd. Altso ikki ein greiður meiriluti.

Men tað er ein greiður meiriluti – 59,0 prosent – av teimum 18 til 29 ára gomlu, sum eru ósamd við útsøgnini, og halda at festivalar skulu haldast. Eisini millum tey 30 til 44 ára gomlu eru tað fleiri, sum siga ja enn nei til at festivalar kunnu haldast.

Men í teimum eldru aldursbólkunum eru tað flest, sum ikki halda, at festivalar skulu haldast.

Størri semja um ólavsøkuna
Í spurninginum um ólavsøkuna, er størri semja.

Her skuldu tey spurdu taka støðu til hesa útsøgnina: “Skulu vit framhaldandi loyva ólavsøku og bygdastevnum”.

Samlaða úrslitið var at 56,6 prosent eru samd og 26,6 ósamd. Eisini her er tendensurin tann, at tey yngstu eru mest tilvitað um, at slíkar samlingar av fólkum skulu loyvast, meðan tey elstu eru meira ivasom.

Heili 37 prosent av teimum oman fyri 60 ár halda ikki, at slíkar stevnur skulu haldast.

Eitt áhugavert úrslit av spurnarkanningini, ið varð gjørd týskvøldið er, at 37 prosent av teimum, sum siga nei til tónleikafestivalar, siga ja til at halda ólavsøku.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

9 Leygardagur 03. juli 2021

Sjúrður og Edmund við felags áheitan á stjórnina

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi, halda føroysku fólkatingsmenninir – nú skal ein nýggj stór avtala gerast um kriminalforsorgina í øllum ríkinum, og í hesum sambandi hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen biðið um at verða partur av allari tilgongdini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Viðurskiftini hjá tí føroysku kriminalforsorgini eru ikki nøktandi, og hava ikki verið tað leingi. Smærri ábøtur eru gjørdar í Mjørkadali, men tær eru ikki nøktandi.

Men nú skal ein nýggj stór avtala gerast um kriminalforsorgina í øllum ríkinum, og í hesum sambandi hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen biðið um at verða partur av allari tilgongdini til tess at tryggja, at tann føroyski parturin av kriminalforsorgini eisini verður lyftur tilsvarandi danska partinum.

Og higartil hevur gingið væl. Í sambandi við fíggjarlógina 2021 og eftir áheitan frá Edmund Joensen, varð 1,5 milliónir krónur settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Hendan kanningin er nú liðug, og hósdagin var so, við støðið í kanningini, fundur millum Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, og teir báðar fólkatingslimirnir, ið arbeiða saman í hesum týdningarmikla máli. Og teir lata væl at.

– Tað er eingin ivi um, at stjórnin nú opið viðurkennir teir trupulleikar, sum eru. Vit høvdu eitt erligt prát við ráðharran og hansara fólk, har vit løgdu fram teir trupulleikar, sum starvsfólk, fongslaðið og teirra familjur hava av verandi skipan. Alt var á borðinum. Nú er at fáa allar partar at sýna vilja til at finna loysnir – og at rinda fyri tær. Og tað er eingin ivi um, hvat tað besta hevði verið – nevniliga eitt nýtt fongsul, sum varð bygt til endamálið. Tað er okkara áheitan, siga fólkatingslimirnir.

Kriminalforsorgin er undir sera stórum trýsti í øllum ríkinum, og tørvur er á nýggjari fígging til bæði bygningar og starvsfólk. Hóast vit eru misnøgd við støðuna í Føroyum, so er støðan eisini sera ring – næstan hættislig – aðrastaðni. Tí er lítil ivi um, at hóast fleiri pengar verða settir av, tá avtalan verður gjørd í heyst, so fer at verða stríð um, hvar og hvussu teir skulu brúkast. Tí ræður um at vera við og verða konstruktivur allan vegin – bæði hjá avvarandi føroyskum myndugleikum og umboðunum á fólkatingi, siga Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2021

10 Leygardagur 03. juli 2021

- Nevndin fer ikki víðari í málinum um føroyska fosturtøku

Føroysk fosturtøka hevur aftur verið til viðgerðar í Vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum. Við umboðum fyri ST og føroyskar felagsskapir. Men ikki føroyska Almannamálaráðnum

(Mynd: norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar halda liva framvegis ikki upp til sínar skyldur, tá tað ræður um at liva upp til málsetningarnar í ST-sáttmála um kvinnurættindi, CEDAW-sáttmálan. Serliga ikki í spurninginum um rættin hjá kvinnum til fosturtøku.

Hetta kom fram á fundi í vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum mikudagin. Við á fundinum vóru felagsskapir úr Føroyum umframt umboð frá CEDAW-nevndini hjá ST, fyrrverandi franski politikarin, Nicole Ameline.

Fara ikki víðari við málinum
Spurningurin um føroysku fosturtøkulóggávuna kom til atkvøðugreiðslu í nevndini, men ein meiriluti var fyri ikki at fara víðari við hesum málinum í norðurlendskum samanhangi, men vísir á týdningin av, at kjakið heldur fram í Føroyum, skrivar heimasíðan norden.org, sum er ein kunningartænasta hjá bæði norðurlendska ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum.

Umframt ST-umboðskvinnuni madam Nicole Ameline, hevði nevndin eisini boðið føroyska Almannamálaráðnum við á fundin. Men ráðið luttók ikki við ávísing til, at ráðið ikki viðurkennir, at Føroyar bróta altjóða fyriskipanir í hesum sambandi, skrivar norden.org.

[object Object]Nicole Ameline, umboð fyri CEDAW-nevndina hjá ST

Føroyar seta til viks rættindi hjá kvinnum
Vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum hevur víst áhuga fyri fosturtøkuviðurskiftunum í Føroyum, og var tí sinnað at vita hvørja støðu CEDAW-nevndin hjá ST hevur til henda spurningin.

Nicole Ameline vísti á fundinum á, at føroyska fosturtøkulóggávan setur til viks ávís rættindi hjá kvinnum.

Lóggávan kann eisini hava ta avleiðing, at nakrar kvinnur leita sær ‘alternativar loysnir’ fyri at fáa framt fosturtøku, og at hetta kann vera til vanda fyri heilsuna hjá teimum.

Nicola Ameline  mælir tí til at Føroyar broyta lóggávuna.

- Kynslig og nøringsrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av yvirgangi vegna kyni, og er tí ein skerjing av rættundunum hjá kvinnum, var niðurstøðan hjá ST-umboðskvinnuni.

Almannaráðið viðurkennir ikki brot
Sum sagt, so luttók Almannaráðið ikki á fundinum. Umframt at vísa á, at ráðið ikki metir seg bróta altjóða avtalur, so vísir ráðið eisini á, at talan er um innanhýsis mál í Føroyum, og tí ikki eitt mál, sum viðkemur almenna norðurlendska samstarvinum.

Bente Stein Mathiesen úr Noregi, forkvinna í nevndini sigur soleiðis:

- Norðurlandaráðið hevur virðing fyri føroyska sjálvstýrinum, og hevur lurta eftir føroysku nevndarlimunum og føroyska ynskinum um sjálvt at taka sær av hesum málinum. Eg meti okkara arbeiði í Norðurlandaráðnum sum ein pallur, har mál, ið viðkoma borgarum í Norðurlondum verða tikin upp fyri at politikarar kunnu læra og verða eggjaðir av hvørjum øðrum, tvørtur um landamørk. Tað er gott, um okkara átak kann skapa nýtt kjak um fosturtøkulóggávuna, sum vit vóna, at Føroyar vilja taka víðari.

- Men hetta er eitt samanestt mál, og meirilutin hevur altso gjørt av, at vit ikki skulu fara víðari við hesum málinum, sigur hon við norden.org.

[object Object]
Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í etiska ráðnum (Savnsmynd)

Mælir til virðiligt kjak
Á fundinum í gjár luttóku eisini føroyska javnstøðunevndin, etiska ráðið og Amnesty International, sum løgdu fram og góvu eina heildarmynd av málinum, sum eisini snýr seg um mentan, trúgv, javnstøðu og mannarøttindi.

Etiska ráðið greiddi soleiðis frá:

- Yvirornaði spurningurin í fosturtøkukjakinum er, um fokus skal vera á rættinum hjá fostrinum ella rættinum hjá kvinnuni. Í teimum londum, har tað er frí fosturtøka, er fokus á rættindunum hjá kvinnuni. Í føroysku lóggávuni er fokus meira á rættinum hjá fostrinum. Tað er møguligt at fáa tikið fosturtøku í Føroyum, men tað eru ávís krøv, ið skulu vera til staðar, áðrenn loyvi verður givið. Tað pínufulla í fosturtøkukjakinum er, at tað er so nógv upp á spæl. Tað er trupult at verja eina støðu uttan at gera seg inn á hina, greiddi forkvinnan í etiska ráðnum, Anne Mette Greve Klemmensen frá.

Hon tekur ikki støðu í málinum, men mælti til at hava eitt virðiligt kjak – nakað, sum breið semja var um, skrivar norden.org.

[object Object]
Anna Falkenberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyskar eru ikki javnsettar í mun til kvinnur í hinum Norðurlondum
Ungdómsins Norðurlandaráð, sum eisini hevði umboð á fundinum hevur fleiri ferðir gjørt samtyktir um “fría fosturtøku í øllum Norðurlondum”. Føroyska Anna Falkenberg, limur í ungdómsnorðurlandaráðnum er fegin um, at nevndin hevur varpa ljós á málið, men heldur at kjakið skal takast innanhýsis í Føroyum.

- Grundleggjandi haldi eg, at føroyska fosturtøkulóggávan skal broytast, so kvinnan fær valið. Hetta er ein spurningur um javnrætt í heilsuverkinum, har føroyskar kvinnur ikki eru javnsettar í mun til kvinnur í hinum Norðurlondum, segði Anna Falkenberg. 

Nýggjasta CEDAW-frágreiðingin um støðuna í Føroyum kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

11 Leygardagur 03. juli 2021

87 prosent siga ja til koppseting

Næstan øll taka undir við átøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava framt í royndunum at basa koronu-farsóttini, og næstan øll siga ja takk til koppseting. Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi í mai og juni í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Allarflestu føroyingar eru væl nøgdir við háttin, ið føroyskir myndugleikar hava handfarið koronufarsóttina. Tey allarflestu taka eisini undir við tiltøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava sett í verk ímóti koronu. Samanborið við onnur lond er álitið stórt á myndugleikarnar. Næstan øll siga ja takk til koppseting. Men umleið fimtihvør ber ótta fyri langtíðarárinum av koppsetingini.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt í mai og juni í 2021. Umleið 1000 fólk luttóku í kanningini, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, og hvørs endamál er at kanna álit á vísindaligar myndugleikar og hugburð til ymiskar samfelagsligar og vísindaligar spurningar (t.d. koronu, veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd, stovnsrøkt og veiðutrýst).

Greiningarfyritøkan Lóður stjórnaði kanningini, og Heini í Skorini, adjunktur og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevði ábyrgdina av verkætlanini.

Kanningin er gjørd í samstarvi við stóra granskingarverkætlan á Århus Universitet, sum ber heitið HOPE (”How Democracies Cope with Covid”), og sum verður fíggjað av Carlsberg-grunninum. Tí hevur verið gjørligt at seta nakrar av somu spurningunum í átta evropeiskum londum aftrat Føroyum. Og tí ber til at samanbera Føroyar við onnur lond.

Stórt álit á myndugleikarnar
Ein partur av kanningini snýr seg um hugburð til aktuellar spurningar viðvíkjandi koronu. Og kanningin gevur ábendingar um, at føroyingar hava stórt álit á heilsumyndugleikarnar, og at føroyingar í stóran mun taka undir við leistinum, sum føroyskir myndugleikar hava stungið út í kortið.

Mynd 1 vísir, at ein stórur meiriluti (umleið 70 prosent) svarar, at tiltøkini ímóti koronufarsóttini hava verið hóskandi. Síðani halda tveir minnilutar upp á góð 10 prosent, at føroyska samfelagið antin hevur gjørt ov nógv ella ov lítið av.

[object Object]

Kanningin spyr eisini, hvussu nøgdir føroyingar eru við háttin, sum ymiskir partar hava handfarið koronufarsóttina. Her fáa bæði heilsumyndugleikar, farsóttarnevndin og Føroya landsstýri sera góð skoðsmál frá føroyingum. Tó fáa heilsumyndugleikarnir og farsóttarnevndin betri skoðsmál enn Føroya landsstýri.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Ein annar partur av kanningini snýr seg um hugburðin til koppseting fyri koronu. Higartil hevur umleið helvtin av fólkatalinum (umleið 26.000 fólk) fingið fyrra prikið, og ein triðingur (umleið 18.000 fólk) hevur fingið seinna prikið. Í almenna rúminum hevur kjak verið um koppsetingina. Men sambært hesi kanningini siga næstan øll (87 prosent), at tey antin eru koppsett ella ætla at lata seg koppseta.

Sum sæst í mynd 5 er hetta talið sera høgt samanborið við onnur lond í Evropa og við USA.

[object Object]

Kanningin spurdi eisini tey, sum ikki eru koppsett enn, um tey ætla at fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum, um ein góðkend vaksina verður viðmæld. Her svara umleið 20 prosent, at tey antin eru púra ósamd ella lutvíst ósamd í útsøgnini um, at tey vilja fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum. Men hetta eru altso bara 20 prosent av teimum, sum ikki eru koppsett enn.

[object Object]

Spurningurin er so, hvør sigur nei takk til koppseting. Her vísir kanningin ein samanhang ímillum t.d. aldur og hugin at lata seg koppseta. Tey, sum eru mest skeptisk, eru tey í aldrinum 30-44 ár.

[object Object]

Kanningin biður eisini fólk um at plasera seg sjálv á einum høgra/vinstra-stiga fyri at kanna, hvørja ávirkan politisk hugsjón hevur á støðutakan til ymsar spurningar. Tá tað snýr seg um koppseting, sæst ein samanhangur ímillum politiska hugsjón og sannlíkindini fyri at siga ja til koppseting. Jú longri til høgru, ein sigur seg vera, jú størri eru sannlíkindini fyri at siga nei til koppseting.

[object Object]

Ein annar spurningur snýr seg um langtíðarárin av koppseting fyri koronu. Her siga góð 20 prosent, at tey í stóran mun ella í ávísan mun bera ótta fyri negativum avleiðingum í longdini. Í sambandi við hendan spurninginin er óttin størstur millum tey ungu í aldrinum frá 18-29 ár.

[object Object]

Føroyar í altjóða høpi
Sum sagt, so eru nakrir spurningar settir í átta ymiskum londum aftrat Føroyum í mai og juni í 2021. Úrslitini niðanfyri vísa nøgdina av teimum, sum svara, at tey antin eru púra samd ella lutvíst samd í útsagnunum í talvunum niðanfyri. Talvurnar vísa, at ein meirluti upp á umleið 60 prosent heldur, at landsstýrið hevur ført neyðuga politikkin fyri at handfara koronusmittuna. Harumframt halda lutfalsliga fá (12-16 prosent), at tey hava orsøk til at stúra fyri sínum demokratisku rættindum; at myndugleikarnir fjala upplýsingar um koronu; ella at tiltøkini ímóti koronusmittuni hava verið ov víðgongd. Svarini til hesar spurningar vísa, at føroysku tølini eru tey lægstu í allari kanningini.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Spurningurin er so: Eru hesi úrslitini góð ella ring?

Tað veldst um eygað, sum sær. Øðrumegin er gott, at álitið ímillum borgarar og myndugleikar er stórt. Og sambært nógvum altjóða kanningum er stórt álit eitt sereyðkenni í norðurlendskum samfeløgum. Hinvegin er eitt sterkt demokrati eisini eyðkent av kritikki, ósemjum og livandi kjaki, eisini um tað, sum vísindaligir og politiskir myndugleikar bera fram á torg. Tí kunnu úrslitini tulkast á ymiskan hátt. Men sum heild gevur kanningin ábendingar um sera stórt álit ímillum borgarar og myndugleikar í Føroyum.

Fróðskaparsetur Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

12 Leygardagur 03. juli 2021

Koppsetingin heldur í minst 12 mánaðir

Danska heilsustýrið hevur kunngjørt meting yvir hvussu leingi koppsetingin væntast at geva órin móti koronasmittu

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólk, sum eru liðugt koppsett móti koronavirus, eru vard móti smittuni í minst 12 mánaðir.

Soleiðis ljóðar metingin hjá danska heilsustýrinum.

- Sundhedsstyrelsen metir alla tíðina, hvussu leinii vit kunnu rokna at vera mótstøðufør eftir koppsetingina móti covid-19. Við støði í nýggjastu granskingini er metingin, at órinið eftir koppseting er galdandi í mist 12 mánaðir, skrivaði stýrið í tíðindaskrivi mikudagin.

Danska heilsustýrið skrivar eisini, at kanningar benda á, at tað er ymist hvussu órinið virkar á hvønn einstakan, og tey mæla tí framhaldandi, at øll lata seg koppseta – eisini tey, sum hava verið smittað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

13 Leygardagur 03. juli 2021

Danmark keypir 1,17 milliónir skamtar frá Rumenia

Talan er um koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, og kunnu Føroyar vænta ein part av hesum skamtunum eisini – Helst verður talan um 10.000 skamtar, sigur Landssjúkrahúsið

Føroyar kunnu helst vænta 10.000 skamtar afturat frá Pfizer/BioNTech (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danmark hevur nú gjørt avtalu við Rumenia um at keypa 1,17 milliónir skamtar við koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech. Tað boðar danska heilsumálaráðið frá.

Orsøkin til, at Danmark hevur kunnað keypt koppingarevni frá Rumenia er væntandi undirtøkan fyri koppsetingini í løtuni, og hevur Rumenia tí nógv koppingarevni, sum landið ynskir at selja.

Koppingarevnið fer at framskunda donsku koppsetingarætlanina, og Statens Serum Institut væntar, at fyrsta sendingin kemur til Danmarkar longu seinni í vikuni.

Sambært Landssjúkrahúsinum kunnu vit í Føroyum eisini vænta at fáa ein part av teimum 1,17 milliónum skamtunum, sum koma úr Rumenia.

– Um lutfallið verður tað sama sum vanligt, so er talan helst um gott 10.000 skamtar aftrat komandi vikurnar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

14 Leygardagur 03. juli 2021

Danmark letur óbrúktar skamtir til Afrika

Og fær yvirskot – av rætta merkinum – úr Rumenia

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska stjórnin hevur tikið avgerð um at lata altjóða koppsetingarsamstarvinum Covax eina millión koppsetingarskamtar frá AstraZeneca, sum Danmark ikki brúkar. 300.000 av skamtunum eru oyamerktir til lond í Norðurafrika.

Tað upplýsir danska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Covax er eitt koppsetingarsamstarv undir heimsheilsustovninum WHO. Samstarvið stendur fyri at fáa út vaksinu til menningarlond undir koronakreppuni.

Sambært danska ráðharranum fyri menningarsamstarv, Flemming Møller Mortensen, er tað stórur tørvur á at fáa koppsetingarevni út til menningarlondini.

- Hóast tað gongur framá her hjá okkum, so herjar koronafarstóttin framvegis kring um í heiminum. Tað eru serliga londunum, har inntøkan er lág. Eg fegnist um, at vit nú kunnu hjálpa Covax samstarvinum við einari millión skamtum, sigur danski ráðharrin sambært Ritzau.

Talan er um vaksinur frá AstraZeneca, sum Danmark hevur keypt og goldið.

Heilivágurin varð ætlaður at brúka í Danmark, men eftir at heilsumyndugleikarnir tóku henda heilivágin úr donsku koppsetingarætlanini, verður hann nú latin burtur.

Talan er um fyrstu av tilsamans trimum milliónum skamtum, sum danska stjórnin fer at lata menningarlondum í ár.

Tá skamtarnir eru klárir frá verksmiðjuni, verða teir latnir beinleiðis til Covax, sum ger av, hvørji lond skulu fáa gagn av gávuni.

At danska stjórnin vísir serligan áhuga fyri londunum í Norðurafrika, er – umframt at tey eru hart rakt – at tað er evropeiskur áhugi at fáa so nógv sum gjørligt koppsett her.

- Tað er greitt, at vit hava natúrlig áhugamál í, at okkara grannar fyri sunnan fáa tamarhald á covid-19 støðuni. Bæði fyri teirra egna besta, og sjálvandi eisini fyri at vit ikki skulu uppliva nýggjar uppblómingar av smittuni tætt við Evropa, sigur Flemming Møller Mortensen.

Danmark hevur fyrr latið umleið 358.000 skamtar frá AstraZeneca ti Kenja í Eysturafrika. Samstundis hevur danska stjórnin tryggja sær yvir eina hálva millión skamtir av slagnum Prizer/BioNTec úr Rumenia. Hesir skemtir eru til yvurs orsaka av mótstøðu móti koppseting í Rumenia. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

15 Leygardagur 03. juli 2021

Skottland: EM orsøk til flestu koronatilburðirnar

Tey flestu av teimum smittaðu eru mannfólk í aldrinum 20 til 39 ár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í løtuni er Skotland tað staðið í Bretlandi, har koronasmittan breiðir seg mest. Og skotsku heilsumyndugleikarnir halda seg hava funnið orsøkina til hetta.

Public Health Scotland skrivar í eini fráboðan, at næstan 2.000 av koronatilburðunum kunnu ssetast í samband við persónar, sum hava sæð EM í fótbólti.

1.294 av teimum smittaðu eru persónar, sum fóru til London í sambandi við at Skotland spældi móti Onglandi 18. juni. Bert 397 av hesum fjepparunum høvdu atgongumerkið til dystin á Wembley.

Heilsumyndugleikarnir siga, at nógv tey flestu av teimum smittaðu eru menn í aldrinum 20 til 39 ár. Hesin bólkurin er eisini ovurumboðaður. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

16 Leygardagur 03. juli 2021

Frágreiðing: Korona ávirkaði sálarheilsuna neiliga

Annika Helgadóttir Davidsen hevur luttikið í verkætlan um sálarheilsu og heilsustøðu hjá fólki í norðurhøvum og arktiska økinum. Neiliga ávirkanin á sálarheilsuna hjá fólki var stór, men at tað var ikki orsøk til at vænta eina stóra bylgju av sálarligum trupulleikum vegna Covid-19

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Annika Helgadóttir Davidsen hevur luttikið í verkætlan við heitinum Re-Mind um sálarheilsu og heilsustøðu hjá fólki í norðurhøvum og arktiska økinum. Hendan verkætlanin er partur av eini størri verkætlan, kallað CORE, sum er stuðlað av NPA (The Northern Periphery and Arctic Programme).

Re-Mind verkætlanin var eitt samstarv í millum Føroyar, Norðurírland, Kanada, Svøríki, Noreg, Finnland, Írland, og Skotland, ið hevði til endamáls at kanna sálarligu ávirkanina av Covid-19 í tíðarskeiðinum februar-juli 2020. Tað var universitetið í Ulster, ið stóð fyri kanningini.

Úrslitini vístu m.a., at neiliga ávirkanin á sálarheilsuna hjá fólki í hesum londum var stór, men at tað var ikki orsøk til at vænta eina stóra bylgju av sálarligum trupulleikum vegna Covid-19.

Tó vístu úrslitini, at sálarligu avleiðingarnar vóru størstar hjá teimum, ið longu høvdu sálarligar trupulleikar. Harumframt tóktust fólk í størri býum, har tey liva tætt, vera meiri ávirkað enn fólk í økjum, har fólk liva meiri spjatt. Ein orsøk til hetta kann vera, at fólk, ið liva í smáum økjum og/ella liva spjatt, í størri mun eru von við at liva í avbyrging og frástøðu enn fólk í býum, og eru minni ávirkað av teimum tilmælum, ið hava havt til endamáls at minka um smittuspjaðing.

Úrslitini eru at finna í eini longri frágreiðing við heitinum: “The impact of Covid-19 on Mental Health and wellbeing in Northern Periphery and Arctic countries” Eisini er ein almennur samandráttur tøkur her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2021

17 Leygardagur 03. juli 2021

Varmakelda í Fuglafirði um vikuskiftið

Varmakeldan verður sett leygardagin kl. 12 við Mentanarhúsið – skráin í ár er stór og fjølbroytt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan miðøld hevur verið siður at fara út á Varmakeldu mánaðarskifti juni-juli, tí tá er keldan heitast. Drukkið varð úr kelduni, tí hon gav heilsubót, men eisini segðist, at hon var ein kærleikskelda, og virknaðurin var sterkast um jóansøkuleiti.

Á Varmakeldustevnuni, sum er fyrsta vikuskifti í juli, verður hildið fast um hendan sið. Sjálva stevnan livir væl og er væl vitja, og serliga tá kappróðurin stakár er í Fuglafirði, er skráin fyri stevnuna stór og fjølbroytt.

Í ár er einki undantak. Og serliga eru tað fleiri tiltøk, sum hava fjørðin og góða sandin í Fuglafirði sum miðdepil. Veðurforsøgnirnar eru góðar, so útlit eru til, at øll tiltøkini fara at eydnast til fulnar.

Varmakeldan verður sett leygardagin kl. 12 við Mentanarhúsið, og eftir tað er ymist at fara til, bæði hjá børnum og vaksnum, við hoppilandi, skótalund, kaféum, matvognum og matstøðum, list og kappróðri.

Bátafelagið hevur fingið eyka bátapláss til vega, føroysk træseglskip koma á vitjan, og enntá ein flaka-, gummibáta- og kajakk-rógvikapping av sandinum er á skránni sunnudagin kl. 13.

Tónleikurin er í hásæti við góðum tónleiki á Patrick’s fríggja- og leygarkvøld og trimum framúr konsertum í Mentanarhúsinum. Marius Ziska við bólki spælir kl. 20 leygarkvøldið, Lea Kampmann hevur eina Summartónakonsert sunnudagin kl. 16 og sunnukvøldið kl. 20 er dupult útgávukonsert við Daniu Tausen og Beinir.

Eisini í ár verður bál, røða og felagssangur leygarkvøldið. Í ár verður hetta hugnaliga tiltakið kl. 22 heima á sandinum. Sunnudagin kl. 17, um veðrið er gott, verður farið út á Varmakeldu til bál og felagssang. Fólk kunnu koyra ella ganga sjálvi, men eisini ber til at fáa fart sjóvegis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

18 Leygardagur 03. juli 2021

Umfatandi skrá: Drotningin vitjar tíggju býir og bygdir í Føroyum

Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14. juli til 18. juli. Fyri tað mesta verður hon norðaliga í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli.  Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini.

- Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. 

Á ferðini vitjar Hennara hátign í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Hennara hátign Margretha drotning fer av landinum aftur mánadagin 19. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

19 Leygardagur 03. juli 2021

Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku

Presturin í Kvívík prædikar í dómkirkjuni ólavsøkudag

Maria Jørðdal Niclasen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroyski fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, fer at prædika ólavsøkudag. 

Ikki færri enn átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum í starvsaldri er Maria Jørðdal Niclasen.

Hesum boðaði Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í vikuni.

Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðoya Eystara prestagjaldi. Í mars 2015 tók hon við embætinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

20 Leygardagur 03. juli 2021

Enn eitt flogfelag fer at flúgva til Føroya

Norska flogfelagið Widerøe fer frá september at flúgva úr Bergen til Føroya

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í september fáa Atlantic Airways og SAS kapping um at flúgva upp á Føroyar.

Norska flogfelagið Widerøe fer undir flúgving úr Bergen til Føroya 3. september.

Sambært heimasíðuni hjá felagnum verður flogið við propellflogførunum De Havilland Canada Dash 8. Flogferðin tekur umleið ein tíma og trý korter.

Kostnaðurin fyri eina ferð úr Bergen til Vágar tann 3. september kostar 586 danskar krónur.

Atlantsflog flýgur eisini til Noreg, men brúkar flogvøllin í Oslo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

21 Leygardagur 03. juli 2021

Fer at økja um ferðslutølini á Vága Floghavn

Norska flogfelagið fer at flúgva millum Bergen og Føroyar tvær ferðir um vikuna. Nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi og byggja í størsta mun á egin viðskiftafólk, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri

(Mynd: Widerøe)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norska flogfelagið Widerøe hevur í dag boðað frá, at tey í heyst fara undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Bergen og Føroyar. Farið verður undir flúgvingina tann 3. september, og byrjað verður við at flúgva tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag. Málið er við tíðini at økja um títtleikan.

- Tað er neyvan ivi um, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild.  Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi, tí tey í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk. Tað vísa tær skrásetingar Vága Floghavn hevur gjørt av samansetingini av ferðafólkum hjá teimum flogfeløgum, sum virka á marknaðinum hjá okkum, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 78 ferðandi og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlanina og síggja hana sum eitt stig á leiðini, at menna bæði floghavnina og ferðavinnuna her heima, sigur Regin I. Jakobsen at enda.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia, og hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noreg úr Bergen. Talan er um 49 ferðamál í Noregi og Evropa, hóast ikki ber til at flúgva til øll hesi beinleiðis úr Bergen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

22
Leygardagur 03. juli 2021

Bakkanes komið í dokkina hjá Mest á Skála

Umbyggingararbeiðið er nú í gongd. Millum annað skulu krana og spøl setast í

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bakkanes kom inn í dokkina á Skála fríggjamorgunin, og umbyggingararbeiðið er nú av álvara farið í gongd.

Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til FSV tænastuskip er rúgvusmikið, og fevnir millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra Melcal kranum og spølum og seks kapstannar.

[object Object](Mynd: Mest)

Harumframt stendur MEST fyri íseting av nýggju FLS avlúsingarskipanini og tilhoyrandi A-rammu, sum verður sniðgivin og framleidd á MEST, til handfaring av slangum.

Tá skipið er umbygt skal skipið í tænastu í Skotlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2021

23
Leygardagur 03. juli 2021

Líka lítið av svartkalva í ár sum í fjør

Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2021, og har var miðalveiðan hvønn troltíma 66 kg/t

(Mynd: Hav.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2021, og miðalveiðan hvønn troltíma í ár var 66 kg/t. Tað er nærum tað sama sum í fjør. 

Miðalveiðan fyri árini 1995-2020 var 115 kg/t, so enn er lítið at fáa, skrivar Havstovan.

Høvuðsføðin hjá svartkalvanum var svartkjaftur, og meginparturin av aldursgreinaðu fiskunum var 6-9 ára gamal.

Hesar kanningar hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 1995 fyri at kanna útbreiðslu og lívfrøði hjá svartkalva.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2021

24 Leygardagur 03. juli 2021

Tvær umbygdar smoltstøðir hjá Bakkafrosti umhvørvisgóðkendar

Umhvørvisstovan hevur góðkent smoltstøðirnar í Glyvradali og á Norðtoftum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umhvørvisstovan hevur nú góðkent umhvørvisgóðkenningar til tvær umbygdar smoltstøðir hjá Bakkafrosti í Glyvradali og á Norðtoftum.

Umhvørvisgóðkenningarnar umfata alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðunum. 

Báðar smoltstøðirnar verða útbygdar soleiðis at tær kunnu framleiða munandi størri smolt. Støðirnar hava vatnreinsiskipanir, har vatnið verður endurnýtt á sera høgum stigi. 

Báðar støðirnar leiða spillvatnið frá rakstrinum meira enn ein km út um aliøkini út fyri smoltstøðunum. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast frá framleiðsluni.   

Umhvørvisstovan sigur, at dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Farming ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini.

Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðunum ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti og øðrum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2021

25 Leygardagur 03. juli 2021

Nýtt graslíkið leggjast á vøllin í Sarpugerði

Níggju ára gamla graslíkið í Norðragøtu skal skiftast. Kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú skal graslíkið á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu skiftast. Vøllurin er níggju ára gamal, nógv brúktur og væl slitin. Tí hevur kommunan heintað tilboð frá veitara, og í farnu viku samtykti býráðið eina eykajáttan til at skifta graslíkið.

Tilboð fyri nýtt graslíkið er komið inn á 2.285.000 krónur uttan MVG. Umframt hetta má roknast við eyka útreiðslum í samband við avtøku og burturbeining av verandi vølli og álegging av tí nýggja vøllinun. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir krónur.

Talan er um sama merki av graslíki, sum verandi vøllur. Í mun til fyllu stendur valið millum gummigranulat, sum verður brúkt í dag, ella korkfyllu. Hetta skal tó kannast nærri, áðrenn støða verður tikin, sigur kommunan á heimasíðuni.

Korkfylla er ikki roynt á stórum vølli í Føroyum áður. Tó skal viðmerkjast at tann lítli spælivøllurin í Leirvík, sum bleiv lagdur í 2020 hevur korkfyllu. Korkfylla er umhvørvisvinarligt tilfar og er eisini góðkend av FIFA.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

26 Leygardagur 03. juli 2021

Fólkatingið ynskti føroyingum góða ólavsøku ein mánaða ov tíðliga

Tað er afturvendandi á hvørjum ári, at danskur myndugleiki flaggar fyri ólavsøkuni á skeivum degi, og hesaferð varð tað Fólkatingið

(Mynd: Jákup Sørensen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað torført at halda skil á nær tjóðardagur føroyinga er. Hetta hava danskir myndugleikar ásannað fleiri ferðir seinastu árini, men enn koma feilir fyri.

29. juni, ein mánað áðrenn ólavsøku, var tað Fólkatingið sum á Facebook ynskti Føroyum tillukku við tjóðardegnum.

Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, hevur lagt mynd av pínligu støðudagføringini hjá Fólkatinginum á Facebook. Myndin varð tikin áðrenn uppslagið varð strikað.

- Spennandi hvør tekur stafettina komandi ár, sigur Sjúrður Skaale skemtiliga.

Tað vóru eisini nakrir almennir danskir bygningar, sum høvdu fingið fatan av, at tað var ólavsøka 29. juni og flaggaðu við Merkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

27 Leygardagur 03. juli 2021

Føroyar og Grønland tosa saman um farmasigling

Meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi. Tað kann ikki vera rætt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur í vikuni havt ein netfund við grønlendsku landsstýriskvinnuna Naaja H. Nathanielsen 

Á fundinum umrøddu tey ójøvnu kappingina sum er í farmasiglingini til og úr Grønlandi.

- Meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Hann sigur, at bara Royal Arctic Line hevur loyvi at sigla farmasigling millum Grønland og onnur lond, og millum grønlendskar havnir, men sama Royal Arctic Line hevur tó seinastu tíðina, saman við íslendska Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum. 

- Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast frítt móti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, meðan føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir, sigur Helgi Abrahamsen. Hann hevur tí samskift seinasta hálva árið við grønlendska landsstýrið um spurningin, og í dag var fyrsti fundurin millum partarnar um málið.

Helgi Abrahamsen sigur, at enn røkist ikki fyri nakrari semju, men partarnir hava avtalað at hittast aftur seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

28 Leygardagur 03. juli 2021

Toyota ovast á listanum

Toyota eigur fyrsta pláss yvir mest seldu bilmerki í juni. Góð 12 prosent fleiri bilar eru seldir fyrra hálvár í ár í mun til í fjør

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sær út til at vera hørð kapping millum bilasølurnar. Tær skiftast um plássini á uppgerðini yvir mest seldu merki, sum Akstovan ger upp hvønn mánað.

Hesaferð er tað Toyota, sum Reyni Service umboðar, ið hevur heiðurin av at liggja á fyrsta plássi við 34 seldum bilum.

30 Volvo bilar eru farnir um diskin hjá Wenzel, sum gevur svenska bilmerkinum eitt annað pláss, meðan tað hjá Bilrøkt vórðu seldir 28 bilar av slagnum Kia, sum sostatt er triðmest seldi bilur.

Kia eigur framvegis plássið sum mest seldi bilur í ár við 168 bilum.

Samlaða sølan av akførum er eitt vet hægri í ár enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Akstovan hevur skrásett 1.594 akfør frá januar til juni í mun til 1.419 akfør sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein øking upp á 175 akfør og 12,33 prosent.

Mest seldu bilmerki í juni

1. Toyota 34

2. Volvo 30

3. Kia 28

4. Volkswagen 20

5. Brenderup 17 

    Hyundai 17

7. Ford 15

    Renault 15

9. Mercedes-Benz 14

    Peugeot 14 


Mest seldu bilmerki frá januar til juni

1. Kia 168

2. Toyota 148

3. Volkswagen 137

4. Ford 129

5. Hyundai 119

6. Volvo 117 

7. Renault 81

8. Mercedes-Benz 72

9. Citroen 58 

10. Suzuki 54


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2021

29 Leygardagur 03. juli 2021

Avtala undirskrivað við Smyril Line um goymslu og terminal

Mánadagini undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu sáttmála um at samstarva um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talan er um eitt havnarøki uttan fyri havnarskrivstovuna á 4.000 fermetrar, harav terminalurin verður um 1.000 fermetrar

Tórshavnar kommuna eigur verandi farstøð og trapputornið. Síðan nýggja Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv øktar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við.

Tórshavnar havn tørvar nýggjan terminal til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

[object Object]

Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Semja er nú um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

30 Leygardagur 03. juli 2021

Arbeiðið byrjað upp á skjótibreytina á Sandvíkum

Articon stendur fyri arbeiðnum, sum skal vera liðugt 15. september

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Endaligur sáttmáli varð undirskrivaður herfyri og byrjað er nú upp á nýggju skjótibreytina á Sandvíkum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Articon stendur fyri arbeiðnum, og sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september í ár. Tá arbeiðið er liðugt ber til at skipa fyri altjóða kappingum og at skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum.

Talan verður um eitt nýmótans skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði. Tað er samstundis soleiðis gjørt, at tað verður lætt at halda tað reint og ruddiligt, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

31 Leygardagur 03. juli 2021

Umsitingin í Klaksvíkar sjúkrahúsi skal flyta inn í gulu læknahúsini

Húsini kunnu verða sett í stand og síðani verða væl egnað til fyrisiting, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum

(Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ætlanin er at dagføra gomlu læknahúsini, Guluhús í Klaksvík, so umsitingin í Klaksvíkar sjúkrahúsi kann flyta inn har.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe vísti á, at gomlu læknahúsini eru í ringum standi, og hóast nógv hevur verið tosað um, hvat húsini skulu brúkast til, er kortini einki hent í málinum. Tí vildi hon hava at vita, hvørjar ætlanir vóru við húsunum, og hvussu nógvur peningur er settur av á fíggjarlógini til húsini.

Húsini, sum vórðu bygd í 1923, kunnu verða sett í stand og síðani verða væl egnað til fyrisiting, heldur landsstýrismaðurin.

– Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er at innrætta bygningin til at hava umsiting við so fáum broytingum í innrætting, sum til ber, soleiðis at dámurin á húsunum kann verða varðveittur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Eingin ávís upphædd er sett av til gomlu læknahúsini, men farið er í holt við at prosjektera ætlanina við húsunum. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, er m.a. ein kostnaðarmeting kend, sum við øðrum verður brúkt sum grundarlag undir uppskoti til verklagslóg til hesa umbygging.

– Ætlanin er at leggja uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið í heyst. Í uppskotinum til verklagslóg kemur ein upphædd at standa, ið ætlandi verður at brúka til Gulu húsini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

32 Leygardagur 03. juli 2021

Soleiðis sær uppskotið til nýtt parkeringshús út

Talan er um eitt parkerinshús í trimum hæddum við parkering til 150 bilar og átta íbúðum, sum skal byggjast mitt í Havnini

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin í farnu viku samtykti Tórshavnar býráð at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum.

Fyri at fáa fulla nýtslu av økinum má semja fáast við eigararnar av trimum ymsum matriklum, og eigarin av nøkrum matriklum í økinum hevur søkt um at fáa gjørt serstaka byggisamtykt fyri økið, soleiðis at parkeringshús við íbúðum ovast, kann loyvast.

Eigarin hevur gjørt eitt uppskot til parkeringshúsið, sum, sambært Tórshavnar kommunu, verður í trimum hæddum (seks forskotnar hæddir) við parkeringskjallara og átta íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av parkeringshúsinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

33 Leygardagur 03. juli 2021

4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin at leggja 289 blómutyssi á Tinghúsvøllin í Havn - eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum – síðan seinasta minninagrdag er eingin deyður í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Blómur á Tinghúsvøllinum
Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Hesaferð verður tað skipað eitt sindur øðrvísi. Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin at leggja 289 blómutyssi á Tinghúsvøllin í Havn - eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum.

Tað er vanlukkuligt tá fólk doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Við hvørt eru tað smálutir og tilvild sum avgera, hvørt ein vanlukka viðførir deyða ella álvarsligt, varandi mein, sum kemur at mynda framtíðina hjá tí rakta og teimum avvarandi restina av lívinum. Og fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, verða øll ávirkaði.

Ongin er deyður í ferðsluni síðani seinasta minningardag
Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. Hetta er sambært skrásetingunum hjá løgregluni.

Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at vika seg. Í 2020 skrásetti politiið 36 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.

0-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður.

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.

Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

34 Leygardagur 03. juli 2021

Tónavatn: Skipa fyri serstakari uppliving á Heygsvatni í kvøld

Fólk í árabátum savnast runt um tónleikapall, sum flýtur á vatninum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein heilt serstøk náttaruppliving verður í vøkru náttúruni á Heygsvatni í Hvalba í kvøld klokkan 22.50 saman við føroyskum lista- og mentafólkum.

Byrjað verður á sandinum í Hvalba, har G&G fara at vísa teirra nýggjastu kollektión til tónarnar hjá Brynjálvi á Heygum.

Síðani fylgjast øll eftir Mýruvegnum niðan á Heygsvatn

Henda serstaka upplivingin er ókeypis. Suðuroyar Norðrara Bjargingarfelag og Bóltfelagið Royn syrgja fyri trygdini og fara at hava eitt trygdarfólk í hvørjum báti og fleiri kring vatnið. Fyri hetta er eitt súmbolskt gjald upp á 100 krónur fyri hvønn áhoyrara.

Á sjógvi og landi
Tað verða umleið 40 føroyskar árabátar úr allari Suðuroynni, so fólk fáa høvi at njóta tónleikin og náttúruna úr bátum á vatninum. Dentur verður lagdur á at geva fólki eina visuella náttúruuppliving, har ongir sølubásar, larmandi motorar, stik og fólk í gulum vestum órógva friðsæluna, ið eyðkennir føroysku summarnáttina.

Fyriskipararnir ímynda sær tað soleiðis:
Tað er ein vøkur summarnátt á Heygsvatni í Hvalba. Farið er um miðnátt, tó blómur fáa neyvan tíð at blunda, tí hásummar er. Lotið kennist lýtt, og fólk savnast kring Heygsvatn, sum durvar í kvirru.

Fólk í árabátum samlast runt um tónleikapallin, ið flýtur á vatninum, meðan horntónleikur, stjórnaður av Tróndi Enni, blandast við náttúrunar kvøldarljóð.

Allar ættir tiga og áraknarr er einasta ljóð, ið hoyrist – brádliga trína Greta, Frostfelt, Frum og Marius á pallin og himmalrúmið fyllist við kátum, søtum og rørandi tónum.

Hetta er Tónavatn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

35 Leygardagur 03. juli 2021

Tórgerð P. Joensen sett sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Hon tekur við starvinum 1. august

(Ummr.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Torgerð P. Joensen í starvið sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla.

Torgerð er 30 ára gomul, tók læraraprógv í 2017 frá Institution for skole og læring, Metropol í Danmark.

Tórgerð hevur síðan lokna útbúgving miðvíst virkað fyri at ogna sær serkunnleika í byrjanarundirvísingini og hevur royndir á økinum frá donskum skúla og hetta síðsta skúlaárið frá Hósvíkar skúla. Hon hevur m.a. førleikament seg í útiskúlanámsfrøði og lesimenning - m.a. konseptið ”læsemakkere”.

Tórgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla tann 1. august 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

36 Leygardagur 03. juli 2021

Petur Martin Johannesen leiðari fyri Musikkskúlan í Vági

– Mín visjón fyri skúlan er fyrst og fremst at næmingar í Vági skulu hava atgongd til tónleikafrálæru, ið er av bestu hugsandi góðsku, sigur Petur Martin, sum byrjar í starvinum 1. august

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vágs kommuna hevur sett Petur Martin Johannesen sum leiðar fyri Musikkskúlan í Vági, og 1. august byrjar hann í starvinum.

Petur Martin hevur útbúgving sum Kantor frá lærda háskúlanum í Oslo. Hann hevur, umframt at undirvísa í klaver, undirvíst í orgul, gittar og tónleikaástøði bæði í musikskúlaskipanini, kvøldskúlaskipanini, privat og ymiskum verkætlanum í fólkaskúlanum. Eisini hevur hann virkað, sum organistur og kórleiðari bæði í Føroyum og uttanlands.

Petur Martin hevur undirvíst í musikkskúlaskipanini síðani 2007, seinastu tvey árini í Vágs Musikkskúla, og fegnast hann nú um, at gerast leiðari fyri ein væl virkandi musikkskúla, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.

– Mín visjón fyri skúlan er fyrst og fremst at næmingar í Vági skulu hava atgongd til tónleikafrálæru, ið er av bestu hugsandi góðsku. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa høvi at finna sítt egna pláss, og sín egna stíl, og at skúlin í mest møguligan mun styðjar menningini hjá hesum næmingunum á teirra egnu leið, tá tónleikurin er ein djúp kreativ listagrein, har grundarlagið verður lagt tíðliga, og førleikarnir vera mentir tíðliga, sigur Petur Martin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

37 Leygardagur 03. juli 2021

Føroyar og Vígdis við í pínliga Klovn

Vígdis Hentze Bjørck er við í nýggjasta partinum av Klovn. Frank og Ragnhild úr Føroyum fella í prát ein morgunin

(Skíggjamynd: TV2 Play)
SkrivaÐ:

Hvat.fo

Føroyar hava ein leiklut í nýggjasta partinum av Klovn, sum kom út í vikuni. Hvønn sunnudag er nýggjur Klovn-partur tøkur á TV2 Play, og hesaferð er ríkisfelagsskapurin og Føroyar við.

Vígdis Hentze Bjørck, sum vit kenna frá dansi og filmi seinastu árini, hevur leiklutin sum Ragnhild úr Føroyum.

[object Object](Skíggjamynd: TV2 Play)

Ein morgunin hittir hon Frank á súkklu, og tey fella í prát bæði. Prátið, sum í mestan mun snýr seg um súkkluna hjá Frank, “Raleigh Tourist De Luxe”, gongur so mikið væl, at Frank fær sær frí eitt sindur fyrr enn ætlað, fyri at hitta sjarmerandi føroysku kvinnuna aftur seinni sama dag.

[object Object](Skíggjamynd: TV2 Play)

Sum tað jú altíð er við Klovn, so endar tað við at blíva tarnakrympandi. Frank, sum hevur tað fyri at altíð koma í pínligar støður, og Ragnhild súkkla um kapp. Sjálvsagt kemur Mia, kona Frank, framvið og spyr hvat gongur fyri seg.

Vígdis Hentze Bjørck spældi ein av høvuðsleiklutunum í svenska filminum, “Fågelfangarens son”, sum var tikin upp í Føroyum og sum kom út í 2019, og hon stendur eisini at hava ein leiklut í Trom sendirøðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2021

38 Leygardagur 03. juli 2021

Ætlanir um nýggja gassútbygging eystan fyri Føroyar

Gasskeldan Victory, sum varð funnin í 1977, verður møguliga útbygd til framleiðslu at byrja í 2024

Victory liggur í einum gassframleiðandi øki millum Hetland og Føroyar. Har eru longu fleiri framleiðandi keldur so sum Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet. Síðani verður roknað við gassframleiðslu í framtíðini eisini frá keldunum Cambo og Rosebank, sum liggja uppaftur tættari føroyska markinum. Alt gassið verður flutt umvegis rørleiðing til Hetlands.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Enn ein nýggj verkætlan um útbygging av gasskeldu eystan fyri Føroyar er komin eitt týðandi stig nærri. Tað snýr seg um gasskelduna Victory, sum var funnin í 1977 og sum síðani hevur skift hendur nakrar ferðir.

Tað var amerikanska oljufelagið Texaco, sum fann kelduna tá, og nú er tað oljufelagið Corallian Energy, sum hevur sett sær fyri at útbyggja hana til framleiðslu longu í 2024. Tær flestu kanningarnar í sambandi við eina útbygging eru longu gjørdar, og nú um dagarnar kundi felagið vátta, at tann umfevnandi umhvørviskanningin er komin á mál. 

Henda kanningin verður so latin myndugleikunum seinni í ár saman við eini umsókn um at fáa útbyggingina endaliga góðkenda.

[object Object]

Victory liggur í einum stórum gassframleiðandi øki (reyði liturin) millum Hetland og Føroyar. Verða Cambo og Rosebank keldurnar nærri føroyska markinum útbygdar, so verður eisini gass framleitt har og flutt til Hetlands gjøgnum gassleiðingar. 

Corallian Energy heldur útbygging av Victory liggur líka til høgrabeinið, nú fleiri aðrar gasskeldur í sama øki longu framleiða, og nú gassleiðing til Hetlands tryggjar tað neyðuga undirstøðukervið. Hesar sannroyndir eru við til at gera verkætlanina meira lønandi og hevur fíggingarfelagið Rebold Ressources, sum eigur 49,9 prosent av Corallian sera góðar vónir um komandi útbyggingina, ikki minst nú hon liggur mitt í sonevnda Greater Laggan Area, sum fevnir um gasskeldurnar, Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

39 Leygardagur 03. juli 2021

Bretsk góðkenning av oljuútbygging elvir til mótstøðu

Bretskir myndugleikar fara helst í næstum at góðkenna stóru oljuútbyggingina av Cambo við føroyska markið. Umhvørvisfelagskapir eru hart ímóti

Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambo oljuleiðini, tætt við føroyska markið, at síggja út, tá hann helst fer undir framleiðslu í 2025.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bretskir ráðharrar eru í løtuni við at fyrireika játtandi svar til umsókn frá oljufelagnum Siccar Point at kunna fara undir olju- og gassútbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum, hóast mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum, skrivar blaðið The Times og vísir á, at oljufelagið júst hevur latið inn til myndugleikarnar eina umfevnandi umsókn til umhvørvisgóðkenning av útbyggingini. 

[object Object]

Cambo olju- og gassleiðin liggur beint við føroyska markið. Stríð hevur tikið seg upp um góðkenning av útbyggingini millum ávikavist myndugleikar og oljuvinnuna øðrumegin og umhvørvisfelagsskapir og tey, sum eru ímóti útbyggingini hinumegin.

Ætlanin er at framleiða meira enn 150 milliónir tunnur av olju komandi 25 árini. Fyrsta oljan er sett til 2025. Roknað verður við at OGA, Oil and Gas Authority, fer at geva loyvi til útbyggingina í næstum, men hon skal so endaliga góðkennast av orku- og umhvørvisráðharranum, og tað ljóðar nú, sambært The Times, at útbyggingin fer at fáa grønt ljós frá hægsta stað í summar tvs. áðrenn veðurlagsráðstevnan COP26 verður hildin í Glasgow í november.

Umhvørvisfólk í Bretlandi, sum eru ímóti at geva loyvi til nýggja olju- og gassútbyggingar í heila takið, hava gjørt vart við, at tey eru ímóti at geva loyvi til Cambo-útbyggingina, tí hon er í stríð við veðurlagspolitikkin hjá Bretlandi og vísa á, at hetta at geva loyvi til stóra útbygging av oljukeldur er skeiv útmelding at koma við beint undan stóru veðurlagsráðstevnuni. Greenpeace sigur, at tað hevur skrivað til myndugleikarnar og biðið teir steðga útbyggingini og vísir til frágreiðing frá altjóða orkufelagsskapinum IEA, har hann vísir á, at tað eiga ikki at verða gjørdar nýggjar íløgur í útbygging av olju- og gassfeltum. 

Umboð fyri myndugleikarnar sigur, at tey gera hvat tey kunnu fyri at minka um eftirspurningin eftir olju og gassi, men ásanna, at tað fer framhaldandi at vera eftirspurningur eftir olju og gassi komandi árini. 

Felagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi Oil and Gas UK sigur í einum úttalilsið til aktuella málið, at einki er til hindurs fyri at lata loyvi til útbygging av Cambo, tí slíkt er í tráð við tær avtalur, sum longu eru gjørdar millum myndugleikarnar og oljuvinnuna. Hesar hava nevniliga við sær, at oljufeløg skulu lúka strong krøv til eitt nú CO2 útlátið, hvat útbyggingin av Cambo ger.

Cambo góðkenning stóran týdning fyri føroysku oljuframtíðina
Hvat viðvíkur eini føroyskari oljuframtíð, so er góðkenningin av júst Cambo útbyggingini við markið, av stórum týdningi. Fyri tað fyrsta tí man við slíkari útbygging vil fáa ment undirstøðukervið í økinum nær Føroyum, og tað merkir, at skuldi tað hent, at olju- og gassfund verða gjørd føroyskumegin markið í framtíðini, so eiga hesi – verða tey útbygd – at kunna binda í undirstøðukervið bretskumegin markið.

Góðkenning av Cambo útbyggingini fer so eisini at merkja, at vit fáa eina olju- og gassframleiðslu, sum liggur tættari upp at markinum enn nøkur onnur áður.  Og ein slík fer uttan iva at gera, at feløgini aftanfyri eisini fara at hyggja tvørtur um mark fyri at vita, um goymslurnar í bretskum øki halda fram hinumegin markið.

Enn eitt úrslit av játtan til Cambo útbygging er so tann møguleiki, at eisini fleiri aðrar útbyggingar í sama umhvørvi fara at fáa góðkenningar, nú tær koma undir somu umhvørvistreytir sum Cambo tvs. at tær fylgja almenna útlátspolitikkinum.  Her er m.a. talan um olju- og gassleiðirnar Rosebank, Clair South, Suilven, Tornado og Glendronac og Victory.

Fyri flestu av umrøddu útbyggingum kemur eisini spurningurin um føroyskar veitingartærnastur inn í myndina, nú tær í fleiri førum liggja tættari við Føroyar enn Hetland og Skotland, og harvið gerast føroyskar vørur og tænastur bráddliga áhugarverdar fyri framtíðar virksemið eystan fyri markið.   


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

40 Leygardagur 03. juli 2021

Nýtt stórt norskt oljufelt undir framleiðslu

Martin Linge útbyggingin hevur kostað 63 milliardir krónur og fer at framleiða 115.000 tunnur um dagin. Tað verður rikið við streymi úr landi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

30. juni tók norska Equinor enn eitt stóra olju- og gasskeldu í nýtslu. Talan er um Martin Linge feltið, sum liggur sunnarliga í Norðsjónum. Keldan var funnin í 1975.

Oljufelagið Total gavst nøkur ár herfyri við eini útbyggingarætlan eftir nógvar byrjunartrupulleikar, sum m.a. høvdu við sær fleiri áhapp, sum tóku fleiri mannalív og særdu enn fleiri. Total gav skarvin yvir, og táverandi Statoil tók um endan og helt fram við útbygginini, sum loksins er rokkin á mál.

[object Object]

Martin Linge feltið fer at liva upp til fleiri av krøvunum til grøna orkuskiftið og verður m.a. rikið við streymi úr landi, sum fer at minka um CO2 útlátið, ið svarar til nýtsluna hjá 100.000 akførum um árið ella 200.000 tons av CO2 upplýsir Equinor í tíðindaskrivi.

Eisini í aðrar mátar fylgir Martin Linge tíðini við nútímans tøkni, eitt nú fer framleiðslan umborð fyri stóran part at verða rikin úr landi. Tí verða tað bert upp til 20 fólk umborð á pallinum, ið nú framleiðir bæði olju og gass.

Oljan fer umborð á tangaskip, meðan gassið fer gjøgnum rørleiðingar til St. Fergus í Skotlandi, har eisini stórur partur av gassinum frá feltum eystan fyri Føroyar endar.

Martin Linge fer at framleiða tað, sum svarar til 115.000 tunnur av olju um dagin. Í goymslunum í undirgrundini liggja 260 milliónir tunnur, sum til ber at taka upp. Arne Nylund, sum stendur á odda fyri verkætlanum og boringum hjá Equinor, sigur, at Martin Linge feltið fer at fáa stóran týdning fyri framtíðar framleiðsluna á norska landgrunninum, ikki minst tí hesin nýggi infrastruktururin fer at skapa grundarlag fyri fleiri onnur felt at fara undir framleiðslu eisini.

Longu nú verður tosað um at kanna møguleikarnar fyri at finna og menna oljugoymslur, sum kunnu liggja nær við Martin Linge. (Til samanberingar er hetta sama hugsan, sum mong hava um komandi útbyggingarnar nær við føroyska markið: at tá hesar eru framdar, tá fer at verða hugt eftir økjunum í grannalagnum, tvs. eisini teimum á føroyska landgrunninum, blaðm.)

Streymurin til Martin Linge kemur gjøgnum longsta veksulstreymleiðing, sum nakrantíð er løgd, nevniliga 163 kilometrar úr Hordalandi í Norra. Eisini flutningsskipið á Martin Linge leiðini verður rikið við streymi úr landi. Tað er tað fyrsta av sínum slag.

Avbjóðingarnar hava verið nógvar á longu og drúgvu leiðini fram til framleiðslu. Upprunaliga varð ætlanin at framleiða í 2016. Eisini er kostnaðurin meira enn tvífaldaður til 63 milliardir krónur. Tað var í 2018, at Equinor keypti lutin hjá Total saman við Petoro, sum er tað almenna norska oljufelagið.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

41 Leygardagur 03. juli 2021

Norðmenn til Mannarættindadómstól við oljuboring í Barentshavinum

Oljuboring í Barentshavinum er brot á grundleggjandi mannarættindi siga umhvørvisfólk

Norski Hægstirættur fríkendi norska statin í sambandi við oljuboringar í Barentshavinum. Men nú fara umhvørvisfólk víðari við málinum til Mannarættindadómstólin.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin hjá einum niðurlendskum dómstóli at áleggja oljufelagnum Shell at minka um sítt CO2 útlát við 45 prosentum innan 2050 hevur fingið umhvørvisfólk í nógvum londum at fara rættarvegin við framtíðar oljuvirksemi.

Talið á rættarmálum í hesum høpi hevur sambært BBC vundið nógv uppá seg. Tað nýggjasta málið av slíkum slag hevur sín heimstað í Norra, skrivar 24.no. Har hava umboð fyri felagsskapir sum Natur og Ungdom, Greenpeace og annars ungir veðurlagsaktivistar lagt inn stevning móti  norskari oljuboring í Barentshavinum fyri Mannarættindadómstólin.

Hesi vilja vera við, at framhaldandi oljuboringar í Barentshavinum eru í stríð við grundleggjandi mannarættindi. Somu felagsskapir hava higartil roynt málið í norsku rættarskipanini uttan úrslit. Seinast í desember í fjør, tá rættarúrskurðurin í Hægstarætti var fríkenning av norska statinum við atkvøðunum 11 móti 4. Víst varð á, at einki revsivert hevði verið í sambandi við 23. leitiútbjóðingina í Norra.

Umboð fyri Greenpeace sigur sambært 24.no, at hetta var eitt stórt vónbrot, men at tey fara at halda fram við síni mótstøðu móti nýggjum boringum í Barentshavinum og sigur, at hetta er neyðugt, nú politikararnir als ikki vilja lurta eftir hvørki veðurlagsserfrøðingum ella altjóða orkustovninum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

42 Leygardagur 03. juli 2021

Trump: Vit fara at taka USA aftur

Leygardagin helt Donald Trump sín fýrsta veljarafund, síðan hann fór úr Hvítu Húsinum – á fundinum heitti hann á viðhaldsfólk síni um at hjálpa republikanarunum at endurvinna meirilutan í Kongressini

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta leygardag helt fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sín fyrsta almenna veljarafund, síðan hann fór úr Hvítu Húsunum.

Hann hevur síðani talað alment í sambandi við fleiri republikanskum tiltøkum, men sjálvur hevði hann ikki hildið veljarafund fyrr enn farna leygardag.

Á fundinum, sum varð hildin í Wellington í statinum Ohio heitti Trump á viðhaldsfólk síni um at hjálpa republikanarunum at endurvinna meirilutan í Kongressini.

– Vit fara at taka Umboðsmannatingið aftur, vit fara at taka Senatið aftur, og vit fara at taka USA aftur, og tað verður skjótt, segði hann.

Tað verður á miðskeiðisvalinum í 2022, at republikanarar fáa møguleikan at taka meirilutan aftur í Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Veljarafundurin í Wellington var bert tað fyrsta av fleiri tiltøkum, sum Trump fer at luttaka á í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2021

43 Leygardagur 03. juli 2021

Jonas Dal Andersen sagt seg úr starvi

Stóru sveiggini í avrikunum síðstu tíðina gera, at Jonas Dal Andersen gevst sum venjari hjá HB

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danin Jonas Dal Andersen hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri-monnum í HB.

Hesum boðaði felagið frá mánakvøldið.

– Hetta hevur ein trupul avgerð at fara av skútuni, tí eg havi verið sera glaður fyri at hava verið í felagnum, men hon kemur av ov stórum sveiggjum í avrikunum síðstu tíðina. Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at aðrar kreftir skulu til at lyfta spælararnar nú, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.

HB harmast um støðuna, sum er íkomin, og ætlanin er, at Kevin Schindler tekur yvir sum venjari næstu dystirnar, verður sagt.

HB liggur í løtuni á triðja plássi í Betri deildini hjá monnum, og hevur ikki longur oddaliðið KÍ í eygsjón. Tapið móti Inter Club d'Escaldes úr Andorra í Champions League undanumfarinum hevur eisini verið torført at svølgja. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

44 Leygardagur 03. juli 2021

HB læt ongan iva vera

6-0 til útiliðið á Svangaskarði týskvøldið

Stefan Radosavljevic (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við nýggjum venjara var HB týskvøldið á vitjan hjá B68 á Svangaskarði.

Hóast B68 fyrr í ár hevur argað nøkur av liðunum ovarliga á stigatalvuni, var eingin ivi á Toftum. Teir úr Havn løgdu trýst á frá byrjan, og byrjaðu málveitsluna við einum brotssparki, sum Daniel Johansen umsetti til 1-0 tá 18 minuttir vóru leiktir.

Løtu seinni økti Mikkel Dahl til 2-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Við góðum spæli í seinna hálvleiki settu HB-leikararnir toftamenn uppá pláss, og skoraðu fýra mál upp á smáar tjúgu minuttir.

17 ára gamli Áki Debes Samuelsen slapp á vøllin at royna frá byrjan, og hann gjørdi bart og skoraði sítt annað mál í Betri deildini í ár, sum samstundis er annað mál hjá áleyparanum yvirhøvur í bestu deildini.

6-0 til HB, sum kann fara í summarfrí í nakrar dagar áðrenn evropeiskar avbjóðingar aftur eru á skránni. HB skal spæla Conference League á útivølli 22. juli og á heimavølli á ólavsøku, 29. juli.

Venjarin hjá HB seinasta hálva árið, Jonas Dal Andersen, segði seg kvøldið fyri úr starvi hjá sigursvanda havnarliðnum, sum hevur havt svikalig úrslit seinastu tíðina. Hjálparvenjarin, Kevin Schindler, hevur fyribils tikið við sum høvuðsvenjari.

B68 - HB 0-6 (0-2)
18’ Daniel Johansen 0-1 (br.)
28’ Mikkel Dahl 0-2
58’ Stefan Radosavljevic 0-3
67’ Mikkel Dahl 0-4
72’ Stefan Radosavljevic 0-5
76’ Áki Samuelsen 0-6

Stigatalvan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dystir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (14 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 6 stig (14 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

45 Leygardagur 03. juli 2021

Oddaliðið skrivar undir við tveir ungar leikarar

18 ára gamli Símun Kalsø og 17 ára gamli Dávid B. Andeasen hava gjørt sáttmála við KÍ. Síðstnevndi hevur longu fingið fyrstu minuttirnar fyri besta liðið, og hevur enntá skorað eitt mál

Dávid Biskopstø Andreasen og Símun Kalsø (Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir ungir KÍ leikarar skrivaðu hóskvøldið undir sín fyrsta sáttmála við KÍ.

18 ára gamli Símun Kalsø og 17 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen. Báðir eru uppvaksir í felagnum, og taka nú næsta stigið at gerast fastur partur av Betri hópinum.

Dávid Biskopstø Andreasen hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir á vøllinum og hevur eisini skorað eitt mál. Símun Kalsø sum er beiggi at fyrrverandi KÍ leikarunum Steffan og Sørmund Kalsø, hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar.

Báðir verða við í hópinum, sum fer til Lettlands týsmorgunin at spæla UEFA Conference League.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

46 Leygardagur 03. juli 2021

Váttað: Petur Knudsen fer til Lyngby

Gávuríki spælarin úr Runavík skal nú spæla í næstbestu donsku deildini

Petur Knudsen í dysti fyri U21 landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

NSÍ váttar nú, at tað er danska felagið Lyngby Boldklub, sum verður felagið hjá Peturi Knudsen komandi tíðina.

23 ára gamli Petur Knudsen, sonur landsliðslegenduna Jens Martin Knudsen, verður mettur at vera ein av gávuríkastu fótbóltsleikarunum, sum NSÍ hevur uppalt. Tað hevur ligið í kortunum, at Petur nú var búgvin at fara uttanlands at royna seg, og herfyri kundu vit skriva, at komandi felag hansara fór at vera Lyngby. Hesi tíðindini vóru tó óváttað tá

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar soleiðis:

“Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí er tað keðiligt at missa ein so góðan og týðandi leikara. Men hettar er nakað, sum vit øll hava vita, og Petur skal fáa lov til at sleppa á flog, og mennast enn meira sum leikari”.

Lyngby Boldklub er eitt av traditiónsríku feløgunum í Danmark. Todi Jónsson spældi í Lyngby áðrenn hann fór til FC Keypmannahavn. Felagið hevur tvær ferðir vunnið danska meistaraheitið, í 1983 og 1992. Tríggjar ferðir hevur felagið vunnið donsku steypakappingina, í 1984, 1985 og 1990.

Felagið spældi við í bestu deildini í Danmark í fjør, men flutti endaði undir niðurflytingarstrikuni saman við liðnum hjá Halli Hanssyni, AC Horsens.

Lyngby hevur júst sett nýggjan venjara, íslendingin Freyr Alexandersson, sum hevur drúgvar royndir sum venjari í Íslandi, eitt nú fyri íslendska kvinnulandsliðið, og sum hjálparvenjari hjá íslendska manslandsliðnum seinastu tvey árini. 

Petur Knudsen var fastur maður á føroyska U21 landsliðnum fram til í fjør. Í ár hevur hann so roynt set á A-landsliðnum.

Hann er skrásettur fyri tríggjar dystir á A-landsliðnum, allir sum innskiftari. Fyrsti A-landsdystur hansara var móti Eysturríki í mars. Hann kom eisini inn í venjingardystunum herfyri móti Íslandi og Liktinstein.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2021

47 Leygardagur 03. juli 2021

Sancho verður United-leikari

Borussia Dortmund hevur staðfest, at ein avtala er komin í lag millum partarnar. 21-ára gamli ongledningurin skiftur felag fyri 85 milliónir evrur, eftir at EM hjá Onglandi er av

Jadon Sancho hevur her lagt Dortmund á odda 1-0 í týsku steypafinaluni, ið teir í gulum og svørtum vunnu trygt á RB Leipzig í mai - skjótt skal hann spæla í reyðum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Manchester United hevur leingi jagstrað unga onglendingin, sum seinastu fýra árini hevur spælt yvir 100 dystir fyri Dortmund. Seinasta summar tyktist eitt skifti at vera á veg, men tað varð til einkis. 

Seinastu vikurnar hava samráðingar verið millum partarnar, og nú eru bæði persónligu viðurskiftini og prísur komin uppá pláss. Sky Sports og aðrir bretskir miðlar skrivaðu hósdagin, at Jadon Sancho verður Manchester United-leikari, um hann sum væntað kemur ígjøgnum læknakanningina, eftir at Ongland er úti av EM ella hevur spælt EM-finalu. Keypsprísurin er 85 milliónir evrur, ið er beint yvir 630 milliónir krónur.

[object Object]
Sancho og Haaland við DFB Pokal - tveir vandamiklir menn, sum nú ikki fara at spæla saman - uttan so at United eisini fær fatur á norska áleyparanum (Mynd: EPA)


[object Object]

Sancho kom inn til seinastu minuttirnar í bólkaspælsdystinum móti Kekkia (Mynd: EPA)

21-ára gamli Sancho er í løtuni í enska EM-hópinum, sum í kvøld skal spæla fjórðingsfinalu móti Ukraina í Rom. Kviki kantspælarin hevur bert spælt nakrar fáar minuttir í endaspælinum, men hann hevur víst seg fram í Bundesliguna, eftir at hann skifti frá Manchester City í 2017. Sancho er føddur og uppvaksin í London og spældi sum ungdómsleikari við Watford í átta ár.

Nú skal hann skjótt umboða Manchester United og royna at styrkja um álopspartin hjá liðnum, sum endaði nummar tvey í Premier League í fjør. 

Borussia Dortmund boðaði hósmorgunin keypsskálanum frá, at avtala er komin í lag. Hett verður fyrsta keypið hjá Manchester United í summar. Fleiri miðlar skriva nú eisini, at franski verjuleikarin Raphael Varane er á veg úr Real Madrid.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

48 Leygardagur 03. juli 2021

Niðurlond skulu hava nýggjan landsliðsvenjara

Frank de Boer hevur tikið avleiðingina av tapinum fyri Kekkia í áttandapartsfinaluna og sagt seg úr starvið: - Málið er ikki nátt, og tað er ikki ein sunn støða fyri meg ella hópin, nú trýstið øktist

Talan gjørdist bert um eitt ár í sessinum hjá de Boer (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir vunnu allar dystirnar í bólkaspælinum - allir tríggir vórðu leiktir í Amsterdam. Í áttandapartsfinaluni gekk tó ikki meira. Kekkar vóru stinnari í Budapest, har Niðurlond vóru ein leikara í undirtali størsta partin av 2. hálvleiki. 

Fjórðingsfinala var minsta krav hjá Oranje, og um tað var eydnast, so hevði sáttmálin hjá Frank De Boer verið longdur. Ístaðin regnaðu atfinningar niður yvir hann og liðið eftir óvæntaða tapið í Ungarn sunnudagin, og týsdagin tók 51-ára gamli venjarin, ið longu var kroystur áðrenn endaspælið, avleiðingarnar: 

- Har verður ein eftirmeting, men eg havi gjørt av ikki at halda áfram. Málið er ikki upnátt - tað er greitt. Trýstið er bara vaksandi nú, og tað er ikki ein sunn støða fyri meg og hópin, nú so týðandi dystir fyri niðurlendskan fótbólt eru fyri framman í HM-undankappingini.

[object Object]
Mynd: EPA

Soleiðis sigur fyrrverandi landsliðsmiðverjin í útmelding til fótbóltssambandið - KNVB. De Boer segði seg vera greiðan yvir, at trýst fór at verða lagt á hann, frá tí at hann varð settur. Soleiðis varð eisini. Í upptaktini til EM var serliga stór ónøgd um, at De Boer nýtti 3-5-2 leikskipanina ístaðin fyri klassisku niðurlendsku 4-3-3 skipanina.

Frank De Boer, ið stóð seg væl tíðliga á venjaraleiðini í Ajax, tók við starivinum eftir Ronald Koeman seinasta summmar. Hann kom illa frá uppgávuni sum høvuðsvenjari í Inter Milan og Crystal Palace og endaði ikki væl í sessinum sum landsliðsvenjari.

Nú er KNVB í gongd við at finna hansara avloysara, ið skal royna at leiða Niðurlond til HM-endaspælið næsta ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

49 Leygardagur 03. juli 2021

Natasja skal royna seg í Haukar

Hon er 18 ár, evnarík og hevur nú skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið á Hafnarfjørðinum, ið spælir í bestu íslendsku deildini, og sum millum annað hevur Anniku Fríðheim Petersen í hópinum

Natasja Hammer í skotroynd fyri Kyndil. Næstu tvey árini skal hon skjóta mál fyri Haukar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon gjørdi av álvara vart seg í 2019/2020, tá hon sum blaðung skeyt av rúgvu av málum fyri Kyndil. Hetta kappingarárið hevur høgi bakspælarin verið darvað av millum annað skaða í knæðnum, men tá Natasja Hammer hevur verið á vøllinum á hægsta støði í Føroyum, hevur hon víst eyðsýnd evni.

Nú skal hon royna vísa tey og byggja uppá í Íslandi. Knattspyrnufélagið Haukar kunngjørdi fyrr í vikuni, at felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmála við 18-ára gomlu Natasju Hammer, ið harvið skiftir Tórshavn út við Hafnarfjørðin og Kyndil út við Haukar, ið endaði nummar seks út av átta liðnum í Ólisdeild kvenna, ið er besta kvinnudeildin í Íslandi. Tað gjørdi liðið við Anniku Fríðheim Petersen sum fyrsta málverja. Landsliðsmálverjin skifti úr H71 fyri einum ári síðani og hevur staðið seg væl í Íslandi.

- Natasja er 18-ára gomlu og ein av teimum mest spennandi og evnaríku  leikarunum í Føroyum. Hon kann spæla á øllum plássum, útyvir at vera ein góður verjuleikari. Hon hevur verið ein lyklaleikari á øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum og var nýliga í bruttohópinum hjá føroyska A-landsliðnum, ið spældi seg í høvuðsundankappingina til EM.

[object Object]
Natasja, her við U17-landsliðnum...

[object Object]
Og her eftir eitt av sínum mongu málum fyri Kyndil (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta skrivar Haukar á heimasíðu sínari. Í felagnum hava tey havt eyguni eftir føroyskum hondbólt.

- Vit sóu eina rúgvu av dystum í føroysku kappingini síðsta vár (2020, red). Vit leitaðu eftir einum málverja, ið vit fingu í Anniku. Vit sóu eisini evnini hjá Natasju í fleiri av hesum dystunum, og vit fegnast um, at hon hevur tikið avgerð um at taka tað næsta fetið við at koma til okkum. Ein ungur leikari við stórum tilknýti til Ísland, og tað verður spennandi at síggja hana menna seg og leggja afturat sínum spæli í reyðu Haukar-blusuni, sigur nýggi venjarin hjá Natasju.

Tilknýtti, ið sipa verður til, er serliga, at pápi Natasju er Finnur Hansson. Hann hevur eina langa yrkisleið sum leikari aftanfyri seg og hevur nú verið leingi í Føroyum. Íslendingurin er eisini hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. 

Áðrenn Natasja Hammer fer til Íslands skal hon spæla Euro Championship kappingina í Norðurmakedonia 10.- 18. juli við U19-landsliðnum.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen og Natasja Hammer skulu komandi kappingarár vera liðfelagir í Íslandi (Mynd: Haukar)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

50 Leygardagur 03. juli 2021

Tórður spælir fyri barndómsfelagið næsta kappingarár

Landsliðsmálverjin var í lestrarørindum í Danmark fyrra partin av farna kappingarárið, men kom síðani aftur til Kyndil, har 23-ára gamli málverjin heldur fram

Tórður Guttesen hevur verið fyrsti málvejri hjá Kyndli seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórður Skorheim Guttesen, sum fyri ein part av farna kappingarárið var í lestrarørindum í Danmark, og sum kom heim aftur at spæla fyri Kyndil móti kappingarenda, hevur nú gjørt av at vera verandi í Føroyum eftir summarfrítíðina.

Hetta skrivar Kyndil á Facebook-síðu sínari, og tað fegnast tey sjálvandi um í felagnum.

23-ára gamli Tórður Guttesen er landsliðsmálverji, og skal í 2021/22 royna at fáa Kyndil hægri upp á stigatalvuna. Liðið endaði í fjør næstaftast í grundspælinum, og fekk eins og StÍF átta stig fyri 18 dystir.

[object Object]
Tórður í A-landsdysti í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

51 Leygardagur 03. juli 2021

Peter Bredsdorff-Larsen farin til verka í Føroyum

Manslandsliðið er saman við nýggja venjaratoyminum hesa vikuna, har ymsar venjingar og samrøður millum annað eru á skránni.

Lars Møller, hjálparvenjari, og Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjari til venjing í Høllini á Hálsi (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í hesum mánaðinum var hann í DM-finalunum, har BSV tapti fyri Aalborg. Í vikuni var Peter Bredsdorff-Larsen í Tórshavn, har hann og hjálparvenjarin Lars Møller vóru í gongd við uppgávuna sum landsliðsvenjarar hjá Føroyum.

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at á skránni var millum annað venjingar í Høllini á Hálsi, fysisk venjing, screening og leikarasamrøður.

Fyrsta stóra uppgávan hjá nýggja venjaratoyminum verður undankappingin til HM 2023, ið fer í gongd í heyst.

Síðst á apríl kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya, at Peter Bredsdorff-Larsen skuldi taka yvir frá Sonna Larsen, sum seinastu árini hevur staðið á odda og fingið góð úrslit við føroyska manslandsliðnum. Sáttmálin millum HSF og roynda danska venjaran er galdandi í tvey ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2021

52 Leygardagur 03. juli 2021

Jóhan á Plógv við í danska OL-hópinum

Nikolaj Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt teir 14 leikararnar í hópinum

Jóhan á Plógv Hansen í donsku landsliðstroyggjuni
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski landsliðsvenjarin í hondbólti fyri menn, Nikolaj Jakobsen, kunngjørdi hósdagin nøvnini á teimum 16, sum skulu verja OL-meistaraheitið, tá leikirnir verða í Tokyo seinni í summar. Og teirra millum er føroyingurin í týsku bundesliguni, Jóhan á Plógv Hansen.

14 leikarar eru úttiknir til hópin umframt tveir, sum skulu vera klárir at traðka til sum eykamenn.

Teir 14 úttiknu eru umframt føroyingin Jóhan á Plógv Hansen hesir: Niklas Landin, Kevin Møller, Magnus Landin, Magnus Saugstrup, Lasse Svan, Henrik Møllgaard, Mads Mensah, Henrik Toft Hansen, Mikkel Hansen, Morten Olsen, Lasse Andersson, Jacob Holm og Mathias Gidsel.

Eykamenninir eru Emil Jakobsen og Simon Hald.

OL-kappingin byrjar 24. juli, tá Danmark skal spæla móti vertunum úr Japan í byrjanar- ella setanardystinum. Síðan verða dystir annan hvønn dag. Hini londini í bólki við Danmark og Japan eru Egyptaland, Bahrain, Portugal og Svøríki. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2021

53 Leygardagur 03. juli 2021

Føroya Styrkisamband skipar styrkilyfting eftir altjóða reglum

Skipað fyri skeiði innanfyri styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF. Tólv skeiðsluttakarar fingu B-dómararprógv

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna vikuskiftið skipaði Føroya Styrkisamband saman við Dansk Styrkeløft Forbund fyri skeiði innan styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF.

Tólv skeiðsluttakarar umboðandi Yndi, Burn, Fullpower og Tvørmegi fingu B-dómaraprógv. Undirvíst varð eisini í reglugerð og fyriskipan av altjóða góðkendum kappingum.

Undirvísararnir vóru Klaus Brostrøm, formaður í DSF, Henning Thorsen, næstformaður og Peter Andersen, nevndarlimur og ráðgevi.

Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting eftir altjóða reglugerðini hjá IPF, International Powerlifting Federation verður á Føroyaleikunum leygardagin 10. juli í Perluni í Tórsgøtu í Havn.

Á Føroyaleikunum 8.-11. juli skipar Styrkifelag Føroya umframt kapping í styrkilyfting eisini fyri kappingum í vektlyfting, kúlulyfti og crossfit.

Vektlyfting verður hósdagin 8. juli og kúlulyft fríggjadagin 9. juli. Eisini hesar kappingar verða hildnar í Perluni. Kappingin í crossfit verður í Tvørmegi fríggjadagin 9. juli og leygardagin 10. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2021

54 Leygardagur 03. juli 2021

Midnáttarrøða: Afturkoma

Midnáttarrøðan hjá Sonna Smith á jóansøku á Tvøroyri, 26. juni 2021

(Mynd: Gissur Patursson)
SkrivaÐ:

Sonne Smith

Kæru tvørafólk, suðuroyingar og allir jóansøkugestir úr øllum landinum.

Okur bæði, kona mín og jeg, hava fingið eina hjartaliga móttøku, nú okur eru flutt suður at búgva. Yvirhøvur hava fólk bjóðað mær væl afturkomnum, og tað er sanniliga ein stórur heiður at verða biðin um at halda midnáttarrøðuna her á jóansøku á Tvøroyri í 2021.

[object Object]

Tó eru tað ikki øll, ið hava sagt beinleiðis "væl afturkomin". Ein var Vilhelm Meyer. Kortini skal Vilhelm eiga, at hann fegnaðist um, at jeg havi fingið visum at koma suðuraftur at búgva.

Móttøkan fløvar, og minnini um uppvøksturin í hesum mæta stað, hesi vøkru bygd, reisast guvandi í huganum, og alt tykist so kort síðan, tí minnini eru so spilllivandi.

Tað vóru løtur – tað vóru mangar løtur her á Tvøroyri. Tað vóru løtur, tá ið TB støðugt var eitt av landsins fremstu fótbóltsliðum, stundum rætt og slætt fremst. Tað festi sjeg í minnið, tá ið Torbjørn skoraði mál. Hví Torbjørn? Jú, Torbjørn var bakkur hjá TB, og tað var heldur sjáldsamt, at ein bakkur, ið stóð næstan við síðuna av sínum egna málmanni, skuldi kanónskjóta bóltin í netið hjá mótstøðuliðinum. Ikki sannheit?

Tað vóru ógloymandi løtur, tá ið Firvaldur og Suðuroyingur vunnu ein kappróður fyri og annan eftir. Fleiri mundu lopið á sjógv av berum spenningi, og fagnaðarrópini hoyrdust heilt inn í Húsgarð.

Tað vóru løtur við einum serligum dámi, tá ið Vadderon og Fredderon dugnaðu Tvøroyri við síni tvøraligu atferð og hjáveru.

Tað vóru løtur at koma niðan í Valin og inn í kioskina hjá Pól í Føroyum at keypa sær ein ís ella nakrar karamellur ella drops, og mann legði pengarnar á skivuna, og Pól í Føroyum koyrdi teir í pengakassan hjá sær. Skuldi tað nú vera so spesielt? Ja, tí at Pól í Føroyum hevði – í gásareygum – pengakassan í reyvarlummanum. Tað var ein stór, brún pengamappa, sum hann stappaði í reyvarlumman eftir hvørja ekspeditión.

Hvat eftirnavn hann hevði, kundi gera tað sama. Tað visti eingin genta ella drongur, ella næstan eingin. Her gingu Kristian hjá Gamla-Jens Paula, Jens í Froðba, Niels hjá Poul hjá Niels og ... jú ... Olsson, Persson, Jentoft, allir innflytararnir, ið internationaliseraðu bygdina Tvøroyri. Innflytararnir, ið settu búgv í hesi framkomnu, nýggju vinnulívsbygd, Tvøroyri, og løgdu aftrat fólkatalinum í Trongisvági og í Froðba. Her búðu í síni tíð eini 2.000 fólk. Eitt fólkatal, sum minkaði og minkaði í ringum tíðum, men, sum nú tíbetur og takk og lov aftur er farið at vaksa, tí býurin og øll oyggin standa í føgrum blóma og draga fólk til sín. Ei dáni í, tí at oyggin líkist mest Várharrasa sveinastykki.

Og so var tað Gubbon í Torninum. Hví í himmalsins navn hæt hann Gubbon í Torninum? Líkt var til, at eingin gav sær far um tað, tí tað, sum var so spennandi við Gubbanon í Torninum, kollvelti alla mentan á Tvøroyri við einum spildurnýggjum pylsuvogni hinumegin vegin yvir av sjoppini hjá Ellu hjá Amundsen. Pylsurnar hjá Gubbanon í Torninum vóru spennandi reyðar, og búffarnir gjørdu næstan av við allan gamlan matsið. Av sonnum nýggjar tíðir. Alt hetta kundi enda við, at eisini Tvøroyri fekk ferðsluskeltir upp, har tað stóð Tvøroyri N, S, E, V og enntá Tvøroyri City. Men hetta fer at bíða, til undirsjóvartunellin til Suðuroynna kemur.

Tvøroyri átti besta dansara norðan fyri Ekvator, sigst. Sallaba fekk alt kartoffulmjølið at reisast upp frá gólvinum í Klubbanum, tá ið hann fór feiandi eftir dansivøllinum í einum tølandi valsi ella eggjandi tango. Sallaba koyrdi lastbil og las kovboybøkur. Hann sat ein dagin í lastbilinum hjá sær á kaini beint uttanfyri Ísvirkið og las í eini Walt Slade-bók, men tað vildi so til, at hann skuldi koyra samstundis. Hevði hann bara minst til at sett bilin í fyrsta gear, so var hann sloppin undan kavinum. Bilurin stóð í bakkgeari, og Sallaba koyrdi útav kaikantinum og varð milt sagt nakað vátur.

Um henda søgan passar, veit jeg ikki, men jeg ivist. Jeg ivist eisini í, um søgan um pápan og sonin, ið gingu inneftir veg, passar. Altso, maðurin, ið leiddi sín lítla son, fór inneftir veg, og hann møtti tveimum monnum, ið gingu úteftir veg. Hesir báðir steðga á, og annar sigur við mannin, sum kom inneftir veg við soninum: "Tað er heilt fantastiskt, sum drongurin líkist tær nógv!" "Skít veri við tí," var hin upp á ektaðan tvøramanér skjótur av skoyta uppí, "bara hann trívist!"

Um veturin var skreiðisesong. Her vóru træskoytur, sum Blikksláarin legði zink uppundir, jarnskoytur, sletur, sparkarar og tunnufjalar, ið vórðu brúktar sum skíðir. Onkur fekk sær eikifjalar á bedingini, og bedingsmenninir rendu fjalarnar ígjøgnum fresaran við høvlinum á verkstaðnum og voksaðu tær, so at tær vóru næstan líka so góðar og fínar sum ordiligar skíðir. Eftirlit var einki, so tað bar saktans til at fara sjálvur oman á bedingina og starta maskinurnar. Eitt ótrúligt uppfinnsemi. Tað kom serliga til sjóndar á Posthúsbrekkuni og Kongabrekkuni. Á vegnum millum Posthúsbrekkuna og Kongabrekkuna stóðu vaktir og ansaðu eftir, at eingin bilur kom og forðaði skreiðifjøldini heilt har uppi, omanfyri skúlan, við trappuna hjá Brústsukurkonuni, at fúka avstað omaneftir brekkunum. Tað vóru so fáir bilar at ansa eftir. Her vóru bara Niels hjá Seyðamanninum, Niels í Froðba, Mortan hjá Rudolf, Arni hjá Lisabeth í Skorti, Oluf hjá Johannesi, Niels hjá Persson, Poul Sigurd, Sallaba, Hartmann og so onkur aftrat, sum jeg havi gloymt í løtuni. Tað var ikki sum nú, ið alt samfelagið er um at hokna niður av bilaferðslu. Nei, nei, fyrr í tíðini hoyrdi tú vaktina á vegnum rópa: "Ein bilur!" Bilurin koyrdi framvið, og so setti alt á har uppi – á træskoytum, jarnskoytum, heimagjørdum sletum, streymlinjaðum stýrisletum, linoleum, congoleum, voksdúki, sparkarum og takplátum. Apropos sparkarar, so endaði ein kendur maður her á plássinum í trappuni á Ísvirkinum. Sparkarin brotnaði, men ribbaldurin slapp óskalaður frá óhappinum. Og nú mundi jeg gloymt Otto. Hann fór, Gud hjálpi tú mær, á súkklu omaneftir brekkunum, ýlandi "av vegnum!". Hann traðkaði í pedalurnar, og ferðin var øgilig. So øgilig, at hann fór í einum mjúkum boga út av kaikantinum og lúkst á sjógv. At bremsa var ikki hugsingur um, her var jú glerstoytt.

Slit kom á glerið, sum vera man, og steinar komu undan soleiðis, at meira enn ein skoyturennari skreiddi á skervi og fór sveimandi gjøgnum luftina og endaði á síni meiddu reyv nakað niðanfyri Ísvirkið.

Tvøroyri gekk eisini undan við motorsúkklum. Her dundraðu Triumph, BSA, Nimbus, DKW, BMW og Horex aftur og fram gjøgnum bygdina kvøld eftir kvøld bara til stuttleikar. Tó so, Heini Nygaard fór hvønn tann einasta gerandisdag í døgurðatímanum heilt av Torvheyggi til Ørðavíkar eftir mjólk á síni BSA, sum pápi hansara, Knút Nygaard, lækni, keypti í 1950, og Heini koyrdi skjótt, tí at døgurðatímin vardi ein tíma, hvørki meir ella minni.

Við síðuna av Konditaranum var Meiaríið. Á Meiarínum arbeiddu Meiaristurin og Ernst á Meiarínum. Mjólkin kom millum annað við Mjólkarbátinum. Á Meirarínum gjørdu teir margarin – Suðuroyar Margarin. Tað var nógv gulari og sostatt nógv flottari enn Vita-margarin úr Havn. Tað var heilt ófatiligt at síggja Meiaristin og Ernst á Meiarínum falda margarinpappírið um margarinið, sum var í formi, ið líktist kakuformi. Tað skuldi ganga skjótt at pakka, og tað gekk so skjótt, at tú fekst næstan ikki fylgt við ta løtuna, tað tók at keypa ein pott av mjólk í aluminiumsmjólkarspann.

Yvir av Meiarínum, hinumegin vegin, var Bókbindarin. Har arbeiddu Arni hjá Bókbindaranum og Erning hjá Bókbindaranum. Har var ikki bara pappír og blýantar og pennar at fáa. Nei, har kundi tú hálvvaksin keypa salónriflur, luftbyrsur, patrónir og kúlur, og eitt skifti kundi tú keypa brúktar polititraðkisúkklur har fyri 100 krónur stykkið.

Á Tanganum búði Magnus hjá Poul í Stovu. Umframt at vera sunnudagsskúlalærari koyrdi hann lastbil og seldi madrassur og skógvar. Hann var so fittur, at mann slapp at betala ein hálvan skógv í senn.

Jú, tað vóru tíðir. Tað vóru løtur. Alt hetta ljóðar so ævintýrkent og spennandi. Tað var tað eisini, men ofta er nostalgiin litríkari og romantiskari enn dagsins veruleiki. Tað var ikki serliga romantiskt at skula upp til eksamiu og fáa karakterir heilt frá 1. klassa til 4. real, tí tú kundi dumpa longu í 1. klassa.

Kortini er so mangt annað at minnast, ið var beinleiðis romantiskt, spennandi og stuttligt. Til dømis at fara upp eftir gongubrúnni heilt upp í tornið á Drelnesi, sum nú eitur SALT. Einki var forboðið. Eingin kom eftir tær, um tú svam tvørtur um fjørðin, væl at merkja heilt har inni á Tanganum. Eingin kom eftir tær, tá ið tú kundi rógva langt út á fjørðin á tínum heimagjørda flaka við gron og húsi omaná og kavaði av flakanum. Tann einasti, ið kanska kundi rópa eftir tær, var Jens á Hvítanesi, tá ið mann hevði stjolið fýramannafarið, Dilledalla, frá honum. Tá kundi hann finna upp á at rópa: "Komið í land við bátinum!"

SALT er vorðið eitt tað fínasta og besta mentanarhús í Norðurhøvum. Her eru akustisk viðurskifti í avgjørdum heimsklassa. Ótrúligt, at siloin, ið stóð til at rapa, skuldi reisast aftur í so framúrskarandi líki. Ein mentanarligur stoltleiki á Tvøroyri.

Frá útróðri við installeringum, fjarðarsnøri og nótakasti eftir fjarðarsild og seiði leggja nú av heimsins mest framkomnu uppsjóvarskipum við síni dýrabaru last at á Tvøroyri.

Her er bjørt framtíðarvón og -útlit, ið varðveita Tvøroyri til tað, býurin hevur uppiborið, droymt um og stríðst fyri.

Hyggur tú heilt inn í hagan, djúpt inni í Trongisvági, sært tú tunnilsmunnan, ið varð latin upp tann 8. mai í ár. Tann nýggja, toppmodernaða Hvalbiartunellin er eitt spildurnýtt portur til grannarnar fyri norðan í Hvalba og Sandvík. Hovstunellin hevur stytt vegin til grannarnar fyri sunnan, Ørðavík, Hov, Porkeri, Nes og Vág, og haðani er stutt til Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Sumbiar, og vónandi verður ongantíð ov skjótt sett hol á fjallið fyri vestan til Fámjins. Tað er næstan meir enn nakað annað tiltrongt.

Um Tvøroyri so verður miðdepilin í Suðuroynni er ein annar spurningur. Tað fer tíðin at vísa, men tað er heldur ikki tað týdningarmesta, tí at tað týdningarmesta og besta er, at Suðuroyggin verður ein miðdepil í Føroyum, um enn oyggin enn er skild frá meginlandinum í sjóvegis frástøðu.

Jóansøkan, ið hesa ferð er her á Tvøroyri, er ein oyggjarstevna, ið knýtir fólk saman í ítrótti og gaman. Næsta ár er jóansøka í Vági, men hvat ger tað? Koyrir tú ólógliga skjótt, er eitt korter til Vágs, og koyrir tú lógliga, tekur tað hóast alt ikki meira enn 20 minuttir. Um tvey ár er jóansøka á Tvøroyri, og tá fara tvørafólk aftur at taka ímóti øllum suðuroyingum við gleði. Akkurát sum Leivur Nygaard gjørdi, tá ið hann bað sín góða vin, vágbingin Torkil Strøm, koma til Tvøroyrar á nostalgidiskotek í fyrraárið. Leivur lovaði Torkil, at kom hann norður á hálvfjerðsaradiskotek, skuldi hann spæla Baberara fyri honum.

So, hvat feilar! Her er einki problem á jóansøku. Her er bara stuttligt, hugnaligt og gott at vera.

Góðu jóansøkufólk. Takk fyri høvið hjá mær at standa her hesa løtu. Tað er ein heiður. Takk fyri móttøkuna.

Áhaldandi góða jóansøku, øll somul!

---

Í Blaðnum Vikuskifti 29. mai var longri samrøða við Sonna Smith

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2021