Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. februar 2022 | Nr. 7 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Kári verður við í beinleiðis X Factor

SíÐa 2

1 Leygardagur 12. februar 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Um delfindráp


Tjóðin tykist vera farin í tvíningar í spurninginum um vit skulu tilláta okkum at halda springarum til ella ikki.

Kjakið er kyknað aftur eftir at felagið hjá alivinnuni, Havbúnaðarfelagið, hevur sent løgmanni eina áheitan um at støðga springaradrápi – tey kalla tað delfindráp, eyðvitað fyri líka sum at leggja fleiri kenslur í áheitanina.

Orsøkin sigst vera, at drápið í Skálafirði í heyst hevur skapt stórar trupulleikar fyri útflutningin, og kann koma beinleiðis at skaða okkara inntøkumøguleikar um hetta sleppur at halda fram.

Líka mikið hvat sýslumaðurin og táverandi landsstýrismaðurin sigur, so var tað ikki ein pen sjón at síggja 1.428 havsúgdjór sprakla á sandinum í Skálafirði. Tað var tað heldur ikki, tá 200 springarar vórðu hildnir til í Hvalvík og Streymnesi í 2018.

Og tað var als ikki ein pen sjón, at síggja spikfjósir liggja og rekast  í víkum og vágum og fram við fjørðuni í høvuðsstaðnum dagarnar eftir drápið í Skálafirði.

Tað var eisini undarligt, at springaraflokkurin, sum varð funnin í Kalsoyarfirði, skuldi rekast framvið fleiri góðum góðkendum hvalvágum og runda bæði Gøtunes, Mjóvanes og Eystnes fyri at fáa hann riknan inn á Skálafjørðin. Tað var týðuligt, at tað vóru áhugamál til staðar, sum høvdu ein tørv á at sleppa at prógva, at Skálafjørður er egnaður til dráp av slíkum slag.

Vit eru mong, sum hava kunnað fegnast um bitarnar, tí tað er ein sannroynd, at springaratvøst er góður matur. Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at tvøstið er bert lítil partur av dýrinum. Har er nógv, sum skal burturbeinast – sleppast á sjógv aftur. Og spikið søkkur ikki. Tað varð staðfest í heyst.

Tað sigur seg sjálvt, at slíkt er skaðiligt fyri føroyska umdømið. Djóraverndarfelagsskapir og onnur, ið vilja hava okkum at gevast við slíkum, halda neyvt eyga við okkum. Vit kunnu ikki drepa hval uttan at tað verður til (einsíðug) tíðindi í altjóða miðlum. Soleiðis er tað bara.

Tí mugu vit eisini ansa eftir, hvat vit gera. Tað má vera skil í og ein meining í.

Tað er í lagið at verja rættin at drepa springara eisini – so leingi stovnurin ikki er hóttur. Men 1.428 eru ov nógvir í einum, tað kunnu vit flestøll vera samd um. Tí er neyðugt at seta eitt hámark fyri, hvussu nógv dýr verða dripin hvørja ferð.

Tað ber er lætt at fara eftir alifeløgunum og vísa á hvussu stórt yvirskot eigararnir stinga í lumman í vinningsbýti. Men tað nyttar onki í hesum føri.

Føroyar er ein tjóð, ið livir av tí, ið við kunnu selja uttanlands. Uttan útflutning, fáa vit ikki pengar inn í samfelagið at keypa fyri.

Tí mugu boðini frá alivinnuni sjálvandi takast í álvara.

Og tað er undarligt, at ein leiðandi politikari hjá Fólkaflokkinum – flokkinum, sum altíð hevur vart vinnulívið – ikki tykist vera sinnaður at vilja lurta eftir argumentum hjá alivinnuni, men einans vil verja ein veiðirætt, sum vit altso ikki kunnu liva av.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6309

    Lisnar síður: 17339

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 12. februar 2022

Kári verður við í beinleiðis X Factor

Tað gongur upp á stás hjá føroysku luttakarunum í X Factor. Næsta fríggjadag verður greitt um Tina eisini verður við til beinleiðis framførslurnar

(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir føroyingar, sum í ár fylgja við danska X Factor, fáa nógv fyri pengarnar. Tí í einum føroyskum sjónarhorni, hevur X Factor ongantíð verið meira spennnandi. Ikki færri enn tveir føroyskir luttakarar eru við, og teir eru báðir komnir langt í kappingini.

Og nú er eisini greitt, at tað verður í øllum førum við Kára Fossdalsá av Toftum, at beinleiðis sendingarnar fara av bakkastokki um tvær vikur.

25 ára gamli Kári Fossdalsá er nevniliga millum teir tríggjar luttakararnar, sum dómarin Martin Jensen hevur valt at taka við sær til beinleiðis sendingarnar. Hvør dómari hevur ein úr hvørjum flokki - eldri enn 23 ár, yngri enn 23 ár og bólkar - við sær til beinleiðis sendingarnar. 

[object Object](Mynd: Lasse Lagoni / TV2)

Umframt toftamannin, er 18 ára Tina Mellemgaard úr Hoyvík eisini við í væl umtóktu donsku sendingini.

Hana sóu vit ikki nógv til í sendingini fríggjakvøldið. Tina er undir veingjunum hjá dómaranum Kwamie Liv og er í bólkinum undir 23 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

3 Leygardagur 12. februar 2022

Rennisjógvur í Sørvági

Náttúrukrefturnar eru ikki at spæla við

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sær ógvusligt út tá náttúrufyribrigdið rennisjógvur er í Sørvági.

Týsdagin sóust fleiri fiomsbrot á sosialu miðlunum, sum vístu sjógangin renna langt niðan í Stórá í Sørvági. So langt, at sjógvurin floymdi niðan um verjugarðarnar kring fótbóltsvøllin á Dungasandi.

Eisini síggjast videobrot har  Niðarivegur, er undir í vatni.

Upptøka herundir hevur John Simonsen gjørt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Og á brotinum herundir sæst ein viðfestibilur koyra beint ígjøgnum sjógangin á Niðaravegi. Stóru bilarnir, ið skulu flyta farm av havnarlagnum úti á Bakka hava ikki møguleika at brúka Ovaraveg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

4 Leygardagur 12. februar 2022

Sjógangurin tók nakað av brimgarðinum

Bátaeigarar í Sørvági mugu vísa varsemi

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sjógangurin við rennisjógvi í Sørvági týsdagin var øgiligur. Og tað hevur eisini gingið út yvir grótkastið við innsiglingina til bátahylin í bygdini.

Sørvágs kommuna hevur tí hesa áheitanina til bátaeigarar í Sørvági:

Í sambandi við óveðrið og nógva sjógangin í gjár (8. februar 2022) eru steinar dottnir burtur úr brimgarðinum við innsiglingina til bátahylin. Heitt verður tí á øll, sum sigla út og inn úr bátahylinum, um at vísa varsemi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

5

Størv

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024
6 Leygardagur 12. februar 2022

Alivinnan ynskir bann móti springaradrápi

Hevur sent áheitan til løgmann um bann, tí avleiðingarnar av drápinum á Skálafirði hava verið ógvuslig

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Havbúnaðarfelagið kallar tað delfinir, onnur kalla tað springarar. Í øllum førum hevur felagið hjá føroysku alivinnuni nú sent eina beinleiðis áheitan á løgmann um at bera so í bandi, at springaradráp verða bannað.

Í skrivinum til løgmann sigur felagið, at springaradrápið í Skálafirði 12. september í fjør hevur havt ógvusliga og víðfevnda ávirkan á alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu.

- Ávirkanin frá framhaldandi delfindrápum kann næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur. Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt delfindráp afturat skuldi verið framt í Føroyum, stendur millum annað í skrivinum.

Havbúnaðarfelagið heldur fram:

- Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru vorðin sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga yngri fólk. Harumframt hava delfinir eina serliga støðu í tilvitskuni hjá fólki.

- Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur í alsamt minni mun vilja taka tann váðan uppá seg, at gerast partur av einari herferð móti føroyskum fiskavørum.

- Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er fundamentið undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av samlaða vøruútflutninginum í Føroyum. Um man vil tað ella ikki, so má politiska skipanin fyrihalda seg til henda veruleika, og taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum.

- Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at dráp av stórum bólkum av delfinum ikki er siðvenja ella føroysk mentan. Flestu pláss í Føroyum hava onga siðvenju fyri beinleiðis veiðu av delfinum, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær í at halda fram við delfindrápum.

- Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis delfindrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt delfindráp verður framt, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

7 Leygardagur 12. februar 2022

Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021

1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4 prosent. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í 2020. Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4 og 1,6 prosentum fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6 og 1,8 prosent. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin. 

Burðaravlop og tilflyting
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 249 fólk og eini nettoflyting á 516 fólk. 

Trendurin vísir, at bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nakað í 2020. Av tí at tilflytingin minkaði nakað meiri enn fráflytingin, minkaði íkastið frá nettoflytingini úr 47 fólkum um mánaðin í 2019 til 40 um mánaðin í 2020.

Víðari vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í 2021, og hóast tilflytingin ikki er á sama støði sum frammanundan, er íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinastu tíðina komið upp á umleið 44 fólk mánaðarliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini, og telur um gott 30 mánaðarliga. Trendurin vísir, at gongdin í tal av deyðum minkaði nakað í 2020, men kom í 2021 aftur í somu legu sum árini frammanundan. 

Talið av føddum børnum var javnt vaksandi í árunum fram til 2020, tá gongdin broyttist meira enn vanligt. Um árskiftið 2019/2020 minkaði talið av føddum úr 60 niður í 50 mánaðarliga, og fram móti heysti í 2020 øktist gongdin síðani aftur, heilt upp móti 65 børnum um mánaðin.

Ein orsøk var, at heili 79 børn vórðu fødd í oktober í 2020. Høga føðitalið helt tó ikki fram, men minkaði aftur til sama støði sum árini frammanundan, og í 2021 løgdust aftur millum 55 og 60 børn afturat mánaðarliga. 

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum í 2021 var soleiðis gott 20 fólk mánaðarliga. 

Vøkstur í Havn - minking í Kvívík
Størstu kommunurnar vaksa mest í tali.  Av bygdunum í kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. 

Í 10 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Kvívíkar kommunu, og av bygdunum í kommununi minkaði fólkatalið mest í Kvívík. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

8 Leygardagur 12. februar 2022

Bankastjóri: - Lægri sethúsalán til nýbygging á bygd

Er tað lættari at fáa bústaðarlán í Havn enn á bygd? Tí spurninginum svaraði Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, í sendingini Búskapur & Vinna í síðstu viku

Árni Ellefsen, bankastjóri (Mynd: Jens kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í øðrum parti av Búskapur & Vinna, nýggju aktualitetssendingini á Rás 1, bleiv sjóneykan sett á bankageiran, har umboð fyri teir báðar stóru bankarnar umrøddu tey rák, ið bankarnir mugu taka støðu til. Talgilding, grøna orkuskiftið, altjóðagerð og negativar rentur eru nøkur av avgerandi rákunum. Í ár er ein vaksandi inflasjón og vandi fyri rentuhækking eisini komin á dagsskránna.

Ongin munur á bústaðarhandli á bygd og í bý
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, bleiv eisini spurdur um bankin gjørdi mun á býunum og bygdunum, tá bankin veitir lán til bústaðir.

Her gjørdi bankastjórin greitt, at tað í fyrsta lagi er munur á nýbygging og bústaðarhandil. Í seinna førinum við bústaðarhandlum vil ongin munur vera á fíggingarmøguleikunum á bygd og í bý, tá keyparin kann læna eitt ávíst prosent av handlaða marknaðarvirðinum, óansæð staðseting.

Vandin fyri tapi viðførir mun á nýbygging
Tá lántakarin hinvegin keypir sær grundøki til at byggja nýtt, kann munur vera á, hvussu nógv fígging fæst til at byggja fyri á bygd í mun til í býunum. Fyri at forklára munin tók bankastjórin fram tvey dømir, eitt á bygd og eitt í bý.

Í hesum hugsaðu dømunum er byggikostnaðurin í býnum 4,5 milliónir krónur ella eina hálva millión hægri enn á bygd, tí grundøkið er dýrari. Her vil onkur kanska halda, greiddi Árni frá, at lántakarin á bygd eigur at kunna fáa somu lutfalsligu fígging, t.e. 90 prosent av byggikostnaðinum.

[object Object]
Talva frá sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið 2. Februar 2022

Men um nú bankin gjørdi tað og veitti 90 prosent í lán í báðum førum, vildi húski á bygd lænt 3,6 milliónir krónur. Trupulleikin kann tá vera, at marknaðarvirðið á lidna húsinum ikki neyðturviliga svarar til byggikostnaðin á bygd.

Í hesum hugsaða døminum er marknaðarvirðið 2,4 milliónir krónur, sum ger, at eitt tílíkt húski hevði verið tekniskt insolvent, tá tey flyta inn í húsini. At vera tekniskt insolventur merkir, at ognirnar eru minni verdar enn skyldurnar. Í hesum førinum hevði kundin eina eginogn á 400.000 krónur, tá viðkomandi fór undir at byggja á bygd, men aftaná er eginognin minus 1,2 milliónir krónur.

Sambært Árna Ellefsen hevur bankin skyldu til at hyggja eftir marknaðarvirðinum eftir bygging, tá bankin metir um lánistøddina og váðan í láninum. At bankin altíð vil ráðgeva kundunum til ikki at seta seg í størri skuld enn tey hava av ognum. Her verður bankin ofta møttur við atfinningini, at fyri tað um kundin býr á bygd, hevur viðkomandi líka góðan møguleika fyri at afturrindað lánið sum í býinum, tá inntøkurnar eru tær somu.

Hjúnarskilnaður kann gera kundan insolventan
Og tað er rætt, sambært Árna, men bankin má eisini taka hædd fyri, at tað kunnu koma broytingar fyri í viðurskiftunum so sum hjúnarskilnaður, arbeiðsloysi hjá øðrum partinum ella sjúka. Hetta viðførir so, at lántakarin ikki megnar at yvirhalda sínar skyldur og er noyddur at selja ognina.

Í býnum vil lántakarin tá kunna selja húsini og hava pening til at rinda lánið, meðan lægra marknaðarvirðið í smærru bygdunum vil gera, at húskið stendur eftir við eini skuld. Tað er júst hesa støðuna, bankin vil sleppa bæði sær og kundunum undan.

Ásetta marknaðarvirðið er ikki álagt av nøkrum myndugleika, men verður gjørt av metingarfólki í samband við lántøkuna og leypandi tillaga marknaðarviðurskiftini.

Her vísti Árni Ellefsen á Eysturoynna sum eitt gott dømi um, at sethúsaprísirnir síðstu tvey árini eru hækkaðir munandi, sum aftur ger, at bankin kann fíggja munandi størri part av nýbygging.

Sendingin Búskapur & Vinna verður send á Rás í Televarpinum mikukvøld klokkan 19 og endursend sunnukvøld klokkan 19:30. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, er vertur í sendingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

9 Leygardagur 12. februar 2022

Ein millión innritanir á Samleikanum

33.000 føroyingar hava Samleikan – tey hava innritað í miðal 33 ferðir 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samleikin, sum hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðani oktober 2020 hevur nú rundað 1 millión avgreiðslur.

Tað eru gott 33.000 fólk, ið hava Samleikan. Í miðal er hetta 33 innritanir fyri hvønn brúkara. Samleikin kann brúkast til talgildar tænastur hjá 19 ymiskum fyritøkum, stovnum og kommunum. Um stutta tíð fara føroysku peningastovnarnir eisini at brúka Samleikan til netbankarnar. 

Talgildu Føroyar fegnast um, at føroyingar hava tikið Samleikan til sín. Endamálið hevur frá byrjan verið, at tað skal gerast lættari og tryggari at brúka talgildar tænastur í Føroyum. Við Samleikanum skalt tú bara minnast eitt loynital, og tú brúkar ein og sama hátt at rita inn á allar tænastur.

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

10 Leygardagur 12. februar 2022

Læknar takka fyri seg í væl umtóktum Facebookbólki

Bólkurin “Spyr ein lækna um korona” verður niðurlagdur 28. februar, tá seinastu koronuavmarkingarnar hjá landsstýrinum eisini fara úr gildi

Marnar Fríðheim Kristiansen, stigtakari til bólkin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani september 2020 hava læknar sjálvbodnir svarað fólki um mangt og hvat í sambandi við koronu á Facebookbólkinum “Spyr ein lækna um korona”.

28. februar verður seinastu dagurin, at tikið verður ímóti spurningum. Hetta, um farsóttin ikki broytist.

- Nú er tíðin komin at lata hendan bólkin aftur. Í øllum føri fyribils. Tað er ikki tí at heimsfarsóttin er av. Hvørki her heima, ella úti í heimi. Men muran í heimsfarsóttini er broytt. Vit koma tíverri ikki av við korona. Í øllum føri ikki tey næstkomandi árini, skrivar Marnar Fríðheim Kristiansen, ein av læknunum, sum hevur svarað spurningum frá ørkymlaðum føroyingum.

- Men korona er ikki tann sama hóttanin í dag, sum tað var fyri tveimum árum síðani. Tað er fyrst og fremst koppsetingini at takka, men eisini orsaka av at frábrigdið, sum vit hava nú ikki elvir til eins ringa sjúku, sum Delta frábrigdið gjørdi. Tað hevur gjørt, at landsins myndugleikar hava avgjørt at so líðandi avtaka allar korona avmarkingar.

- Og nú halda vit eisini at tíðin er komin at lata hendan bólkin aftur. Tí verður 28. februar tann seinasti dagurin vit taka ímóti spurningum, samstundis sum tær seinastu koronaavmarkingarnar verða avtiknar, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hann leggur afturat, at verður tað so, at muran í farsóttini aftur broytist, við at vit fáa eitt verri frábrigdi, kann vera at bólkurin verður tikin fram aftur.

- Túsind takk fyri allar spurningarnar og túsind takk til tykkum sum hava lisið við. Vit læknar hava verið sera glaðir fyri hendan bólkin, og glaðir at fólk hava tikið so væl ímóti honum. Vónandi verður tað ikki aftur neyðugt við einum slíkum bólki eina aðru ferð.

Tørvurin hevur eftir øllum at døma verið til staðar tí 6400 limir eru í bólkinum, og nógvir spurningar eru settir síðani byrjanina. Hendan seinasta mánaðin eru 317 spurningar settir.

Læknarnir, sum hava svarað spurningum í bólkinum eru Marnar Fríðheim Kristiansen, Gunnhild Helmsdal, Guðrun Zachariasen, Jeaneth Løkjá og Ronja Midjord Mikkelsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

11
Leygardagur 12. februar 2022

Føroyar og Bretland gjørt semju um fiskirættindi

Ein varði í samstarvinum millum Føroyar og Bretland, sigur landsstýrismaðurin

Árni Skaale (Mynd: Fisk.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin undirritaðu samráðingarleiðararnir hjá Føroyum og Bretlandi eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.

Samráðingar vóru millum londini bæði í Tórshavn 23.-24. november 2021 og hildu tær fram um talgildan pall í døgunum 17. desembur 2021 og 31. januar 2022, tá ið komið var á mál við teimum.

Eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd seinasta leygardag tók Árni Skaale, fiskimálaráðharri, avgerð um at heimila føroyska samráðingarleiðaranum at undirrita semjuna.

Í semjuni eru sínámillum fiskirættindini hjá Føroyum og Bretlandi fyri 2022 ásett, har Føroyar fáa rættindi frá Bretlandi at veiða svartkalva, tosk, rossamakrel, hýsu, longu, brosmu og blálongu, meðan Bretland fær rættindi frá Føroyum at veiða tosk, hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og eina kvotu fyri onnur fiskasløg. Til bæði londini verða harafturat tillutaðar smærri hjáveiðukvotur av ymsum fiskasløgum.

Føroyar og Bretland eru eisini samd um at samstarva um serøkið, sum tey í felag varða av og um at hava eitt gott samstarv millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum.

Harumframt leggja tey serligan dent á langtíðar varðveitslu og sjálvberandi nýtslu av livandi tilfeingi havsins eins og at lætta um vísindaliga gransking um havlívfrøði og havumhvørvi.

Sum nakað serligt, eru Føroyar og Bretland samd um at fara undir eina tilgongd at menna tey strategisku viðurskiftini landanna millum.

Árni Skaale, fiskimálaráðharri, sigur, at hesin dagur er ikki bara søguligur, men eisini ein varði í samstarvinum millum Føroyar og Bretland, har londini bæði nú fara inn í eina framtíð í tættari samvinnu á fiskirættindaøkinum, sum kann hava eina jaliga menning fyri viðurskiftini sum heild landanna millum í komandi tíðum.

Semjan kann heintast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

12 Leygardagur 12. februar 2022

Fleiri teirra eru helst komandi tingfólk

Ungdómsting var hesa vikuna. Trettan uppskot vórðu løgd fram, og átta av teimum vórðu samtykt

(Mynd: Løgtingið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ungdómstingið 2022 er av á hesum sinni. 32 næmingar úr átta skúlum kring landið luttióku og viðgjørdu 13 uppskot. 

Fýra mál vórðu beind í mentanarnevndina, fýra mál vórðu beind í trivnaðarnevndina, og fimm mál vórðu beind í rættarnevndina. 

Tá uppskotini komu aftur úr nevnd, vórðu átta uppskot samtykt, og fimm uppskot fullu. Einki uppskot datt burtur.

Undir orðaskiftinum, sum vardi fýra tímar, tóku ungdómstinglimirnir orðið ella gjørdu viðmerkingar 221 ferðir. Harumframt vórðu 20 ófráboðaðir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrismonnum, sum allir vórðu svaraðir.

Í síðstu røðu sínari takkaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ungdómstinglimunum og lærarum teirra fyri hesa áhugaverdu tingsetuna og fyri áhugan fyri tí fólkaræðisliga arbeiðinum á tingi. Hann helt fyri, at tey høvdu til fulnar livað upp til tær mannagongdir, ið galdandi eru í løgtingsarbeiðinum, og at eingin ivi man vera um, at fleiri teirra fara at síggjast aftur í tí politiska lívinum og at teljast millum komandi tingfólk, skrivar logting.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

13 Leygardagur 12. februar 2022

Soleiðis fer nýggja kirkjan á Argjum at síggja út

Kirkjan á Argjum hevur elvt til nógv kjak. Nú síggjast dagførdar tekningar av henni

(Mynd: Koma.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Staðsetingin av nýggju kirkjuni á Argjum hevur elvt til mótmæli og kjak. Ætlanin er at kirkjan skal byggjast við fríøkið við Sandá.

1.300 fólk hava skrivað undir mótmæliskriv í sambandi við staðsetingina.

Nýggja kirkjan fer at kosta slakar 56 milliónir krónur.

Kirkju- og missiónshúsið á Argjum hevur lagt dagførdar myndir av kirkjuni á heimasíðu sína.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

14
Leygardagur 12. februar 2022

Aquafacts - slóðbrótandi pallur til alivinnuna

Á skjótan og einfaldan hátt sær brúkarin aliøkir, lúsatøl, biomassar, brunnbátar, AIS, og fíggjarligar greiningar av alifeløgunum í Noregi, Føroyum, Íslandi og Skotlandi

Óli Samró og Hanus Samró
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aquafacts er ein talgildur pallur, har tú á skjótan og einfaldan hátt sær aliøkir, lúsatøl, biomassar, brunnbátar, AIS, og fíggjarligar greiningar av alifeløgunum í Norra, Føroyum, Íslandi og Skotlandi. Hagtølini eru automatiserað og talgildað.

Tað er Fishfacts B.V. hjá føroysku feðgunum, Óla og Hanusi Samró, ið eigur og rekur Aquafacts.com.

- Vit hava seinastu árini fingið fleiri áheitanir frá alivinnuni, tí fleiri av kundum okkara eru í fiski- og alivinnuni.

- Vit savnaðu fiskivinnuna á Fishfacts, meðan vitan og upplýsingar um alivinnuna vóru spjaddar og truplar at fáa fatur á. Tí var tað natúrligt, serliga, tá alivinnan spurdi eftir tænastuni, at vit eisini savnaðu upplýsingarnar um alivinnuna á einum stað, sigur Hanus Samró.

Aquafacts kann heintast sum app á Google Play og App Store.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

15 Leygardagur 12. februar 2022

Hóma endan á tíðarskeiðinum við negativari rentu

Forsøgn roknar við, at danski tjóðbankin fer at hækka sína rentu í ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Danmark er marknaðarrentan hesa seinastu tíðina hækkað nakað, og innan fyri nærmastu framtíð, fer danski tjóðbankin helst eisini av seta sínar rentusatsir upp. Harvið er byrjanin til endan á negativari rentu at hóma í Danmark. Soleiðis ljóðar ein nýggj forsøgn frá stóra Nordea-bankanum.

- Vit vænta, at tjóðbankin hækkar rentuna tríggjar ferðir áðrenn 2023 er runnið. Harvið kann sigast, at tíðarskeiði við negativari rentu nærkast endanum, skrivar Jan Størum Nielsen, leiðandi greinari hjá Nordea í forsøgnini, skrivar danski miðilin finans.dk.

Forsøgnin um rentugongdina er almannakunngjørd eftir at inflasjón er staðfest í stórum pørtum av Evropa. Hetta fekk evropeiska miðbankan, EBC, at koma við nýggjum boðskapi.

Eftir at EBC í langa tíð hevur sýtt fyri at tosa um nakran møguleika fyri rentuhækkingum, vildi Christine Lagarde, bankastjóri, á einum tíðindafundi í farnu viku ikki avvísa, at tað rentuhækkingar møguliga kunnu koma fyri longu í ár, skrivar finans.dk.

Í forsøgnini hjá Nordea verður víst á, at marknaðurin eftir hesa útmelding frá ECB nú væntar, at miðbankin helst fer at hækka rentuna í tveimum umførum í 2022. Marknaðurin roknar tí við, at leiðandi rentan hjá EBC við ársenda 2023 fer at liggja 1,25 prosentstig oman fyri núverandi støðið á minus 0,5 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

16 Leygardagur 12. februar 2022

Framstig fyri føroyingar í frálandsvinnu

Tað fer í framtíðini at vera lættari hjá føroyingum, sum arbeiða í frálandsvinnuni, at kunna taka kravd skeið í Føroyum heldur enn at skula fara av landinum

Sjónám í Klaksvík er væl útgjørt til at skipa fyri skeiðum fyri føroyingum í frálandsvinnuni. Mynd Sjónám
SkrivaÐ:

Jan Müller

Sjónám í Klaksvík hevur fingið eina millión kr.  frá A.P. Møller Fonden. Hetta visti ÚF at siga frá á middegi. Sambært heimasíðuni hjá KVF, skal stuðulin  brúkast til at bjóða fleiri trygdarskeið í frálandsvinnuni.

Hetta eru skeið, sum ikki kunnu takast í Føroyum. Føroysk sjófólk noyðast sum er av landinum at taka hesi skeiðini. 

Gongst sum ætlað verða fyrstu skeiðini í seinnu hálvu í 2022.

Talan er um kravd skeið í frálandsvinnuni, sum skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár.

Tað hevur annars leingi verið eitt stórt ynski frá Sjónámi og ikki minst teimum mongu føroyingunum, sum arbeiða í frálandsvinnuni, at kunna taka kravd skeið her heima heldur enn at skula fara av landinum at taka tey mongu ymsu skeiðini.

Við hesum stuðlinum er greitt, at eitt týðandi stig er tikið til tess at skapa bæði frálandsfólkum, teirra arbeiðsplássum  og maritima undirvísingarstovninum í Klaksvík betri umstøður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

17 Leygardagur 12. februar 2022

Vivino er ársins vínhandlari

Enn ein heiður til heimsumfatandi felagið hjá Heina Zachariassen

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski íverksetin og maðurin aftan fyri heimsins størstu vín-app, Heini Zachariassen, fekk týsdagin enn eitt herðaklapp fyri tað arbeiði, sum hann og felag hansara gera innan hesa vinnuna.

Tað var á árliga galladøgurðanum hjá stóra amerikanska víntíðarritinum Wine Entusiast, hildin í Miami Beach í Florida í gjár, har tað vórða latnar fleiri heiðurslønir, kallaðar Wine Star Awards.

Ein av hesum virðislønunum verður latin besta vínhandlara, ‘retailer/markedplace of the year’. Í ár fekk Vivino henda heiður, og stovnarin, Heini Zachariassen úr Hoyvík, tók ímóti saman við samskiftisstjóranum, Courtney Quattrini.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

18 Leygardagur 12. februar 2022

Útselt uppá minni enn ein minutt

Fyrsti kundin í bíðirøðini stóð klárur klokkan 7 fríggjamorgunin. Rúsan lat upp klokkan 10

Tá hendan myndin varð tikin, var framvegis hálvur annar tími til Rúsan lat upp (Mynd: Ronnie Thomassen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er vanliga lang bíðirøð tá nýggj útgáva av Einar’s whisky kemur út. Dagurin í gjár var einki undantak.

Serútgávan av Einar’s whisky varð í Rúsunum kring landið frá klokkan 10, og í Havn var kravgangur eftir at fáa fatur á serligu dropunum.

Hesaferð vóru bara 575 fløskur seldar, og í Rúsuni í Havn gekk tað ikki meira enn ein minuttur, so var útselt.

Sum skilst hevði fyrsti kundin í bíðirøðini staðið síðani klokkan 7. Klokkan hálvgun níggju er myndin omanfyri tikin, og nógv fólk legðist afturat seinni.

Tíverri vóru fleiri, sum máttu avstað aftur ongul í reyv.

Sjey útgávur eru higartil komnar út av Einar's whisky. Sætta útgávan av Einar's whisky kom út beint fyri jól.

[object Object]Einar's whisky Special edition

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

19 Leygardagur 12. februar 2022

Maria Poulsen & Co P/F søguliga gott úrslit fyri 2020

Ársúrslitið gjørdist eitt avlop eftir skatt uppá 8,2 milliónir krónur sammet við 3,8 milliónir krónur í 2019

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein av elstu fyritøkunum í Føroyum er Maria Poulsen, sum var sett á stovn av Johan Poulsen, blikksmiði heilt afturi í 1848, ella fyri skjótt 174 árum síðani. Fyrstu árini bar fyritøkan navnið Ludvig Poulsens eftir eigaranum tá við sama navnið. Virksemið helt til í Tórsgøtu 10, har Maria Poulsen Búnýti framvegis heldur til. 

Í 1944 tók Grímur á Dul við sum eigari og stjóri. Samstundis broyttist navnið til Maria Poulsen, sum var navnið á konu Ludvig Poulsen. Í 1982 flutti HVS og Blikksmiðjan í størri høli á Hálsi í Havn. Stjóri í fyritøkuni Maria Poulsen í dag er Kristian á Dul. Umleið 40 starvsfólk starvast í fyritøkuni í dag. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í roknskapinum fyri 2020 sæst, at bruttovinningurin er 34,0 milliónir krónur, í mun til 25,5 milliónir í 2019. Vøksturin í bruttovinninginum í 2020 er heili 33 prosent, sum ber brá um økta sølu og virksemið í 2020. 

Starvsfólkakostnaðirnir í 2020 eru øktir við 1,8 milliónir krónur til 21,1 milliónir.  

Úrslitið áðrenn avskrivingar øktist úr 6,3 milliónum í 2019 til 12,9 milliónir krónur í 2020. Vøksturin er heili 106 prosent. 

Ársúrslitið gjørdist í 2020, tá felagið hevði goldið 2,7 milliónir krónur í skatti, gjørdist eitt avlop eftir skatt á 8,2 milliónir krónur sammett við 3,8 milliónir í 2019.  

Fíggjarjavnin hjá Pf. Mariu Poulsen & Co er øktur úr 42,6 milliónum í 2019 til 53,1 milliónir krónur í 2020.

Støðisognirnar eru øktar við 2,4 milliónum krónur og ogn í umferð við 8,1 milliónum.  Serliga sæst, at áognin er økt við 5,7 milliónum. Eisini er tøkur peningur øktur við 1,8 milliónum krónum í 2020.

Pf. Maria Poulsen & Co er væl fyri fíggjarliga. Eginognin í 2020 var 21,6 milliónir krónur. Trygdarevnið er tískil 41 prosent. Tað var 43 prosent í 2019. Tað verður roknað at vera gott.   

Felagið hevur niðurgoldið langfreistaða skuld við 2,1 milliónum krónum til 8,4 milliónir í 2020. Stuttfreistaða skuldin hinvegin er økt við 7,9 milliónum til 31,5 milliónir krónur. Størsti parturin er avsett til vinningsbýti til partaeigararnar á 5 milliónir krónur.

Lyklatølini hjá Pf. Mariu Poulsen & Co eru góð fyri 2020. Ognaravkastið, sum er úrslit áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaðar ognir, var 21 prosent í 2020 í mun til 12 prosent í 2019. Eginpeningsavkastið í 2020 var 50 prosent í mun til 25 prosent í 2019. Gjaldførið var somuleiðis gott. Gjaldførislutfallið í 2020 var 184 prosent. 

Høvuðspartaeigari í Maria Poulsen & Co er Spf. KáD, sum Kristian á Dul eigur.  

Stjóri í Maria Poulsen & Co er Kristian á Dul. Nevndarformaður er Jógvan á Dul.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

20 Leygardagur 12. februar 2022

Bústaðir byggja 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni

Verkætlanin, sum eisini verður nevnd Heimasta Horn II, er á vestaru síðu í brekkuni, sum leiður niðan til íbúðabygningarnar á Heimasta Horni, beint oman fyri krossin Undir Gráasteini/Velbastaðvegur

(Mynd: Bústaðir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað arbeiðstakarasáttmála um íbúðarbygning á Heimasta Horni.

Verkætlanin, sum eisini verður nevnd Heimasta Horn II, er á vestaru síðu í brekkuni, sum leiður niðan til íbúðabygningarnar á Heimasta Horni, beint oman fyri krossin Undir Gráasteini/Velbastaðvegur. Ætlanin er ment yvir nøkur ár, har Albert Isfeld, arkitektar AF, hava gjørt tekningar fyri Bústaðir.

Talan er um at byggja 22 íbúðir á einum grundøki á útvið 5.000 fermetrar, sum Bústaðir hava keypt frá BankNordik. Bygdar verða tvær lonir í tveimum hæddum. Tað verða 10 íbúðir í aðrari lonini, og 12 íbúðir í hinari lonini. Íbúðirnar verða umleið 78 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Hjallur, goymsla og altan ella terrassa verða til íbúðirnar.

Farið verður undir verkætlanina fyrsta dagin, og mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk á heysti næsta ár. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Tað er nú nakað síðani, at Bústaðir hava sett eina størri íbúðarverkætlan í gongd. Tørvurin á leiguíbúðum er stórur. Farið verður nú í holt við hesa verkætlan, har Bústaðir frammanundan átti grundøkið, og verður sæð fram til at fara undir fleiri aðrar verkætlanir við leigu- og lutaíbúðum kring landið í næstum.

[object Object]Heðin Poulsen, stjóri hjá MT Højgaard Føroyar, og Andras Róin, stjóri hjá Bústøðum (Mynd: Bústaðir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

21 Leygardagur 12. februar 2022

Nýggi barnaskúlin í Fuglafirði tikin í nýtslu

Søguligur dagur í Fuglafirði mánadagin. Spakin til nýggja skúlan varð settur í 2017, og nú fingu næmingar og lærarar nýggj og snotilig høli at húsast í

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var ein stórur og søguligur dagur í Fuglafirði mánadagin, tá nýggi barnaskúlin varð tikin í nýtslu, og næmingar og lærarar fingu nýggj og snotilig høli at húsast í.

Tað var annars í 2016, at Fuglafjarðar býráð samtykti at lata byggja nýggjan barnaskúla við heitinum “Meira enn ein skúli”. Bygginevnd varð sett og eisini byggileiðsla at stýra arbeiðinum. Spakin varð settur í jørðina í mars mánaða 2017.

Tað eru MAP arkitektar, ið hava verið høvuðsráðgevarar og feløgini SMJ og LBF hava verið undirráðgevarar.  Teir, ið hava staðið fyri arbeiðinum eru Heildarverk, MT Højgaard, Elcon og Victor á Lakjuni.

Við hesum stóra bygningsverki, ið stendur á neyvt sama staði, har gamli barnaskúlin frá 1936 stóð, hava vit umframt vanligar skúlastovur, ið hýsa øllum barnaskúlanum, fingið nýggj og góð hølir til umsitingina, nýggja lærarastovu, og lærararnir hava fingið serstøk fyrireikingarhølir. Á skúlanum eru nú eisini góðar umstøður til serøkið bæði við stovum og bólkarúmum.

Skúlabókasavnið hevur fingið stóra rúmd í nýggja skúlanum, og tað sama kann sigast um ítróttina. Stór og rúmlig ítróttarhøll er bygd, ið eisini lýkur øll krøv til flogbólt. Lærugreinin heimkunnleiki hevur fingið sera góðar umstøður, eins og tónleikur eisini hevur fingið  - bæði við tónleikastovu og smærri venjingarhølum og upptøkuhøli. Leiklist hevur eisini fingið egið høli, ið liggjur beint við stóru og flottu miðhøllina, ið númar øllum næmingum skúlans. Hetta verður ivaleyst hjartað  í skúlanum, sum kemur at vera miðdepilin bæði til spæl, felagsskap og framførslur.

Nýggj tannlæknastova er eisini við í verkætlanini, og hon verður væntandi tikin í nýtslu fyri summarferiuna.

Ætlanin er, at nýggi barnaskúlin verður vígdur tann 2. apríl í ár. Tá fær almenningurin høvi at síggja skúlan, og hátíðarhald verður fyriskipað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

22 Leygardagur 12. februar 2022

Kirkjugarðurin í Hósvík skal víðkast

Avtala gjørd um ráðgeving, projektering, útbjóðing, eftirlit og byggileiðslu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunda kommuna fer nú undir at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, ið er vorðin ov lítil.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Martin E. Leo verkfrøðingar, um at veita ráðgeving, projektering, útbjóðing, eftirlit, byggileiðslu og uppfylging viðvíkjandi útbygging og víðkan av kirkjugarðinum.

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum. Fyrsta byggistig verður boði út seinni í hesum mánaðinum og arbeiði fer í gongd beinanvegin. 2. og 3. byggistig skulu verða liðug í seinasta lagi 2024.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

23 Leygardagur 12. februar 2022

Nýtt og burðardygt graslíki á vøllirnar hjá Vága kommunu

Sáttmáli var hósdagin undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir sum kunnu veita eina umhvørvisliga loysn til nýtt graslíki

Bjarni Prior, borgarstjóri, og Birgir Andreasen, stjóri á Ide Møblum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinasta árið, eru fleiri smá átøk gjørd á umhvørvisøkinum í kommununi. Orðatakið sigur ’Mangir løkir og smáir gera stórar áir’, og við smærri átøkum á fleiri økjum, ynskir Vága kommuna, sum mest møguligt, at ganga ta grønu leiðina, serstakliga tá umvælingar og nýbyggingar í kommununi verður gjørt.

Fótbóltsvøllurin í Sandavági hevur verið í vánaligum standi í nógv ár, og hevur hetta verið ein orsøk til vantandi virksemi á vøllinum, við venjingum og spælandi børnum. Seinast graslíkið á vøllinum varð skift, var í 2011. Somuleiðis hava FIFA sparkivøllirnir allir nøkur ár á baki.

Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum FIFA sparkivøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági.

Stórur dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Hósdagin varð so sáttmáli undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir sum kunnu veita eina umhvørvisliga loysn til nýtt graslíki á vøllirnar hjá kommununi.

Slagið av graslíkið sum verður lagt á vøllirnar er Domo Varioslide S Pro. Tað serstaka við hesum slagnum av graslíki er, at tað er framleitt til føroysk viðurskifti. Hæddin á grasstránum er 5,5 sentimetrar, sum er væl hægri enn vanligt, og tá trýst verður lagt á graslíkið frá einum bólti ella fóti og fer av aftur, so rættir strái seg upp aftur beinanvegin. Hetta gevur teimum sum spæla á vøllinum eina kenslu av at spæla á einum vanligum grasvølli. 

Tað, sum er mest umhvørvisvinarligt við at vøllirnir verða skiftir, er fyllan sum verður løgd á. Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er sera dálkandi, og er ein stór orsøk til nógv mikroplast í náttúruni, og er skaðiligt bæði fyri fólk, djór og lívmargfeldið.

Men ístaðin fyri gummigranulat, verður børkur lagdur á vøllin. Børkur er fúnaður viður úr eik og hann er úr 100 prosent lívrunnum tilfari sum ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið. 

Tað eru tvey sløg av grasstrá,i í graslíkinum, sum eru snúraði. Ein partur av stránum verða lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið runda um vøllin ella fer út í náttúruna. Børkur frystur ikki eins og gummigranulat, og tí verður eisini lættari at spæla á vøllinum tá frost og kavi er. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí er loysnin eisini bíligari í rakstri.

Arbeiðið at skifta graslíkið á fótbóltsvøllunum byrjar um miðjan mai, og væntandi tekur arbeiðið at skifta graslíkið umleið fjúrtan dagar. So tá summarið nærkast, kunnu børn og ung, við góðum treysti fara út á vøllirnar at spæla, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

24 Leygardagur 12. februar 2022

34 sveinar fingu prógv á yrkisnámi á Glasi

Próvhandan á Glasi í síðstu viku, tá 34 sveinar fingu prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir

(Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin 4. februar fingu 34 sveinar prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir.

Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógvir handverkarar fáa prógv á einum degi. Á Glasi varð felags prógvhandan, nú elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir fingu prógvini uppá, at lærutíð og sveinastykki eru fingin væl frá hondini. 

Hetta er somuleiðis prógv um, at samstarv millum vinnu og útbúgvingarstovn ber ávøkst. Tað fegnast Glasir um. 

Á hátíðarligu løtuni vóru familjur og vinfólk, lærarar, lærumeistarar og onnur komin saman at hátíðarhalda sveinarnar. Har vóru talur, felagssangur, ábit – og sjálvsagt prógvhandan.

Elektrikarar

[object Object]Aftast frá vinstru:
Ari Krosslá Poulsen, í læru hjá EL.FO. Conrad Dahl Lauritsen, í læru hjá LM Electric. Herbjørn Lava, í læru hjá EL.FO. Jayred Ellie Balid Cruz, í læru hjá MEST og Jógvan í Grógv, í læru hjá Frost.
Fremst frá vinstru:
Jóhannes Jóannesson, í læru hjá Install. Jónas Jespersen, í læru hjá Bærendsen Teknik. Petur Erhard Müller, í læru hjá MR-EL. Regin í Lágabø, í læru hjá MR-EL og Stephan Petursson, í læru hjá EL.FO.


Maskinsmiðir

[object Object]Aftast frá vinstru:
Bjartur Jónarsson Randrup, í læru hjá Vestmek. Brynjar Petersen, í læru hjá Tangavirkinum. Gunnar Sørin Hvanná Andreasen, í læru hjá Vágs Skipasmiðju og Jóhan Sigurd Oddfinsson, í læru hjá NomaTek.
Fremst frá vinstru:
Magnus Lydersen, í læru hjá NomaTek, Niels Kristian S. Thomassen, í læru hjá NomaTek og Teitur Midjord, í læru hjá Varðanum Pelagic.
Ari Kruse, í læru hjá Articon vantar á myndini.


Rørsmiðir

[object Object]Frá vinstru: Helgi Danielsen, í læru hjá Victor á Lakjuni. Jógvan Rasmus Falkvard, í læru hjá Demich. Nicklas Olivur Dam, í læru hjá Demich og Teitur Birgisson Beck, í læru hjá Rock Trawldoors.


Bilsmiðir

[object Object]Frá vinstru: Jóhan Eli Ziska, í læru hjá BBR Service. Regin Hansen, í læru hjá Waag & Com. Rúni Sørensen, í læru hjá Reyni Service.


Húsasmiðir

[object Object]Frá vinstru: Bjørn Ulvedal Simonsen, í læru hjá Timbur-Snikkaratænastuni og Martin Emil Ternustein, í læru hjá HPH Smíð. Níggju húsasmiðir stóðu sveinaroynd í september og oktober 2021, og tað lá bert fyri hjá tveimum at verða við til prógvhandanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

25 Leygardagur 12. februar 2022

Føroyskt sum annaðmál: Nýggjur flokkur byrjar í Vágum

Endamálið við undirvísingini er at bjóða tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, dygga og holla undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelag

Á myndini eru: Næmingar, Petra Olsen lærari, Eyð Niclasen, skúlaleiðari í Sørvágs skúla, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Maria Nolsøe, umboð frá Hiddenfjord og Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár byrjaði nýggjur flokkur í Vágum við tilflytaranæmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál. Undirvíst verður tríggjar ferðir um vikuna, fýra tímar hvørja ferð.

Undirvíst verður næstu átta vikurnar. Tá kunnu næmingar fara til roynd, um so er, at undirvísarin metir næmingin vera kláran til tess og hava neyðugu førleikarnar at standa royndina.

Síðsta heyst byrjaði ein flokkur við tíggju næmingum í Vágum. Teir næmingarnir fara til stigroynd síðst í hesum mánaðinum ella síðst í juni. Tað veldst um førleikan hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Endamálið við undirvísingini er at bjóða tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, dygga og holla undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelag. Hetta til tess at tryggja, at borgarar av útlendskum uppruna læra føroyskt mál og kunnu virka á jøvnum føti við onnur í føroyska samfelagnum.

Undirvísingin er førleikagevandi og gevur atgongd til víðari lestur á miðnámi og á hægri lærustovnum. Undirvísrarar eru Petra Olsen og Ragnhild Olsen.

Sum liður í at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, hevur Tórshavnar Kvøldskúli í nøkur ár saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum ment undirvísingina, sum rópt verður ”Føroyskt sum annaðmál”.

Talan hevur verið um eina veruliga sólskinssøgum, og nú er undirvísingin víðkað til eisini at fevna um næmingar í Vágum.

Samstarvið er úrslit av avtalu millum Tórshavnar Kvøldskúla og Tórshavnar kommunu øðrumegin og Vága kommunu og Sørvágs kommunu hinumegin. Eisini eru Sørvágs Skúli og Hiddenfjord týðandi partar í samstarvinum.

Avtalan varð undirskrivað 27. september í fjør, og fevnir um 40 næmingar í Vágum.

Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum skal eftirmetast í juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

26 Leygardagur 12. februar 2022

Arthur Poulsen verður leiðari av ungdómshúsinum PH4

28 ára gamli Arthur Djurhuus Poulsen, ið er útbúgvin sosialráðgevi, er settur í starv sum leiðari av ungdómshúsinum PH4 á Tvøroyri, eisini nevnt Pakkhús 4

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri samtykti Tvøroyrar býráð at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv sum leiðara av ungdómshúsinum PH4, sum heldur til í pakkhúsi nr. 4 hjá fyrverandi A/S T.F. Thomsen á havnarlagnum á Tvøroyri, sum í dag er ogn hjá Tvøroyrar kommunu.

Arthur Djurhuus Poulsen er 28 ára gamal, er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur seinastu tvey árini tarvast á trivnaðareind hjá Almannaverkinum við tvørfagligum uppgávum, m.a at samskipa samstarv millum námsfrøðingar, kriminalforsorgina, sosialráðgevarar, sjúkrarøkt, og skúlar.

Arthur er kendur fyri tíðina, hann sjálvur var virkin innan ítrótt, har hann leikti flogbólt og fótbólt. Eisini hevur Arthur verði virkin venjari hjá børnum og ungum innan flogbólt og fótbolt.

PH 4 ungdómshúsið er opið tríggjar gerandisdagar um vikuna, umframt at skipað kann verða fyri tiltøkum um vikuskiftið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

27 Leygardagur 12. februar 2022

Ungdómshúsið í Sunda kommunu latið uppaftur í nýggjum hølum

8. februar lat ungdómshúsið upp í niðaru lon í Skúlanum við Streymin

Skúlin við Streymin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týskvøldið 8. februar lat ungdómshúsið í Sunda kommunu upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin.

Ungdómshúsið, sum fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri lat upp eftir longri steðg. Í skúlanum fer ungdómshúsið at húsast í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Ungdómshúsið, sum er opið tvey kvøld um vikuna, er ætlað ungum í 8. flokki og upp til 18 ár. Ungdómshúsið hevur opið týskvøld frá klokkan 18 til 22, og hóskvøld frá 18 til 23.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

28 Leygardagur 12. februar 2022

Alda og Maria fingu gávugóðs

Á samkomu í Nýggjustovu hjá LISA í Hoydølum týskvøldið fingu Alda Mohr Eyðunardóttir og Maria Guldbrandsø Tórgarð gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

(Mynd: Brynhild Thomsen / setur.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Týskvøldið vísti reyða langmottan, sum lá uttan fyri Nýggjustovu í Hoydølum, at okkurt serligt var á skránni har.

Kalendarin segði 8. februar, sum er føðingardagur Thorvalds Poulsen av Steinum, og í testamenti sínum segði hann, at ung og gávurík listafólk hendan dagin skuldu fáa gávugóðs úr grunninum, sum hann legði eftir seg.

Nevndin í grunninum, sum er umboðað av Fróðskaparsetrinum, Føroya Lærarafelag og Listasambandi Føroya, hevði hesaferð tvær handanir at lata, tí í fjør órógvaði koronusjúkan tiltakið.

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Gávugóðsið er 35.000 krónur og verður latið saman við heiðursbrævi.

[object Object]
Alda Mohr Eyðunardóttir

- Framúrskarandi listagávur

Unga listakvinnan, Alda Mohr Eyðunardóttir, skuldi havt fingið gávugóðsið í fjør, og Hansina Iversen frá LISA segði m.a. soleiðis, tá hon læt henni heiðurin:

- Alda Mohr Eyðunardóttir er fødd í Havn í 1997, og hon luttók longu sum tannáringur á Ólavsøkuframsýningini og á Várframsýningini, har verk hennara hava verið vald við nakrar ferðir.

- Hon vakti beinanvegin ans við sínum serstaka máta at arbeiða við øðrvísi tilfari, poetiskum tekstum og við einari heilt serstakari kenslu fyri rúmi.

- Á síni fyrstu serframsýning, Flakar, í 2019, sum hon setti upp í gomlu hølunum hjá Skálabúðini í Havn, vísir hon longu, nærmast meistaraliga, sína sansaligu fatan av rúmi og ein alsk til tilfarið, sum hon sær og finnur rundan um seg. Hon endurnýtir tað og gevur tí nýtt lív í nýggjum samanhangi.

- Listagávurnar hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur hava eisini verið mettar framúrskarandi í listaheiminum í grannalondunum, tí tað var ikki mætari, enn at Alda slapp inn á báðar skúlarnar, sum hon søkti inn á, Konsthögskolan í Malmø og Kongaliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn. Hon valdi Keypmannahavn, har hon gongur á triðja ári.

[object Object]
Maria Guldbrandsø Tórgarð

- Hevur serlig evni og dirvi

Filmslistakvinnan, Maria Guldbrandsø Tórgarð, var vald at fáa gávugóðsið 2021. Í grundgevingini segði Hansina Iversen soleiðis:

- Í 2014 fór Maria Guldbrandsø Tórgarð bert 16 ára gomul at arbeiða við filmi. Hon bleiv beinanvegin bitin av hesari listagrein, og lærdi nógv av at arbeiða í ymiskum verkætlanum sum hjálparfólk. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn hon fór í gongd við at gera sínar egnu stuttfilmar. 

- Hon skrivaði bæði handrit og leikstjórnaði, og var eisini fotografur.

- Avrikini førdu Mariu til listaliga heimildafilmin “Skál”, sum hevur heiti eftir fyrsta yrkingasavninum hjá Daniu O. Tausen, sum kom út í 2020. Filmin leikstjórnaði Maria Torgarð saman við danska leikstjóranum Cecilie Debell. Samstarvið var so mikið væleydnað, at filmurin hevur vunnið týðandi prísir á filmsfestivalum úti í heimi.

Í longu tilgongdini, sum tað er at gera ein heimildarfilm, hevur Maria við filminum “Skál” víst, at hon hevur serlig evni og dirvi til at koma sera nær fólki, hon arbeiðir saman við. Og hon dugir at skapa álit millum seg sum leikstjóra og fotograf og persónarnar í filminum.

Tað, vit higartil hava sæð úr hennara hondum, boðar frá góðum, og vísir, at talan er um eina unga kvinnu, sum hevur dirvi og vil hetta fak.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

29 Leygardagur 12. februar 2022

Ernst við í radiosymfoniorkestrinum í Frankfurt hesa vikuna

Avloysir solotrompetistin, sum varð raktur av korona

Ernst Remmel (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt av heimsins allarbestu symfoniorkestrum hevur ein føroyskan spælara við hesa vikuna.

Talan er um unga trompetspælaran, Ernst Remmel úr Havn, sum varð biðin um at koma og hjálpa til hjá radiosymfoniorkestrinum í Frankfurt.

Tað er í sambandi við, at Ernst Remmel er í Týsklandi og fær undirvísing frá einum av heimsins bestu klassisku trompetistum, Reihnold Friedrich, at hesin kjansur uppstóð. Ernst lesur annars á musikkkonservatoriinum í Aarhus í Danmark.

Sum so nógva aðrastaðni í Evropa, verða eisini symfoniorkestur rakt av korona og sóttarhaldi.

Og í sambandi við at solotrompetisturin í orkestrinum varð smittaður, vendi orkestrið sær til Reinhold Friedrich og spurdi hann, um hann hevði ein næming, ið hann kundi viðmæla at koma og hjálpa orkestrinum hesa vikuna.

Og hann viðmælti unga føroyingin.

- Hetta er sum um tað var ein føroyskur fótbóltsspælari, sum var biðin um at spæla við Liverpool í eina viku, er tað onkur føroyskur tónleikastarvsfelagi, ið heldur.

Radiosymfoniorkestrið í Frankfurt, hvørs rætta navn er HR Sinfonieorchester, verður mett at vera millum heimsins bestu symfoniorkestur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

30 Leygardagur 12. februar 2022

Leikarar og manning í TROM til undansýning í Løkshøll í dag

Talan er um undanmarathonsýning, har allir teir seks partarnir verða vístir. Røðin verður tøk á Viaplay sunnudagin

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannes Martinsson. Hann og onnur sentral í røðini vera til undansýning leygardagin (Mynd: Viaplay)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag, leygardagin 12. februar, er Løkshøll karmur um stásiliga undanmarathonsýning av fyrstu føroysku sendirøðini, TROM.

- Eysturkommuna og Runavíkar kommuna, sum hava stuðlað verkætlanini, eru samvertir fyri sýningini, sum er fyri innbodnum - leikarum í sendirøðini og manning annars.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari. Harvið sleppa tey, sum hava staðið aftanfyri røðina og frammanfyri myndatólini, av álvara at síggja røðina dagin áðrenn hon kemur á Viaplay.

Tað verður skipað á tann hátt, at eftir vælkomu verða tríggir teir fyrstu partarnir sýndir. Síðani er ábit, og høvi verður at heilsa uppá fólkini handan røðina. Síðani verða tríggir teir seinastu partarnir vístir.

- Runavíkar kommuna og Eysturkommuna fegnast um, at verkætlanin Trom nú er veruleiki, og at hesar kommunurnar kundu vera eitt klípi í stóru altjóða verkætlanini.

Ein undansýning av tveimum pørtum TROM var á Oyrasundskolleginum mikudagin, har nógvir føroyingar vóru til staðar. Tað var Viaplay, ið skipaði fyri. Røðin um Hannis Martinsson, ið varð tikin upp í Føroyum í fjør, kann síggjast í Kringvarpinum frá 17. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

31 Leygardagur 12. februar 2022

Stór konsert við Anne Linnet í Løkshøll

Danska tónleikaikonið vitjar í Løkshøll 30. apríl í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan Mentanarvikan í Runavíkar kommunu var flutt frá at verða á heysti til at gerast partur av boðanini um ljósari tíðir, hevur mentanarhúsið í kommununi, Løkshøll, strembað eftir at fáa eitt stórt tónleikanavn á pall. Áður hava vit tí sæð íslendska Bubbi Morthens, danska bólkin TV·2, í 2021 føroysku Eivør, og í ár verður tað so Anne Linnet við bólki, ið kemur á pall at framføra.

Anne Linnet hevur verið partur av danska tónleikapallinum síðan 1970'ini og er viðurkend sum ein av týdningarmiklastu artistunum í heimlandinum. Umframt at verða kend fyri eina røð av stórum hittum og klassikarum, er hon eisini kend fyri sínar sera erligu tekstir og tráðan eftir at eksperimentera við ymiskum tónleikastílum.

- Tað hevur verið eitt drúgt samskifti og tað tók rúma tíð at fáa endaligu váttanina. Anne Linnet er eitt stórt og virkið navn í Danmark, og í tíðina undan jólum ferðast hon víða í Danmark, har hon strembar eftir at koma í hvønn krók við síni jólakonsert, serliga kirkjukonsertir. Vit fegnast tó um at fáa hana hendan vegin, og gleða okkum at bjóða gestum okkara eina rimmar konsert, verður sagt úr Løkshøll.

Konsertin hjá Anne Linnet við bólki verður 30. apríl kl. 21 í Løkshøll, og er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

32 Leygardagur 12. februar 2022

Føroysk borðreiðing - ein vinna í støðugari menning

Føroysku matstovufólkini geva danska matummælaranum, Bent Christensen, sum hevur givið út matstovuguidina Faroe Best út, stóran part av æruni fyri framgongdini, sum bæði matstovuvinnan og ferðafólkavinnan hava havt seinastu árini

Janus Einar Sørensen, høvuðskokkur á Muknastovu umborð á Norrønu, Húsagarði og Hotel Hafnia tók ímóti trimum heiðrum í gjárkvøldið: Ársins kokkaprofilur, Ársins matstova innan fisk og skeljadjór (Munkastova) og Ársins matstova innan omaná og køkur (Munkastova) (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongin ivi er um, at føroyska matstovuvinnan hevur ment seg við risafetum hesi seinastu árini. Ein orsøk til hesa ógvusligu menningina er uttan iva, at serliga útlendskir kokkar og matummælarar fóru at vísa áhuga fyri góðu føroysku rávøruni.

Og ein teirra – ella rættari sagt tann – sum vísti umheiminum á, at føroyski maturin var nakað heilt unikt, er danski matummælarin, Bent Christensen.

Sunnukvøldið var heiðursdøgurði á matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan, har Bent Christensen hevði høvi at heiðra føroyskum matstovum, kokkum og øðrum av týdningi innan føroyska matvinnu.

Hetta í sambandi við, at hann hevur givið út fyrstu føroysku ‘matguidina’, Faroe Best 2022 við ‘Den danske Spiseguide’, sum fyrimynd.

Ætlanin var at avdúka og heiðra teimum, ið vórðu kosin í november mánaði, tá guidin kom út, men tað tiltakið varð, sum so nógv annað, útsett. Tí hendi onki óvæntað í so máta sunnukvøldið, tí vinnararnir vóru kunngjørdir frammanundan.

Men hátíðarligt var tað kortini, tá teir fýra, Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni vórðu kosnir serligar fyrimyndir – ikon – á sínum økjum. Leif sum undangongumaður í matkynstri í Føroyum, Gutti fyri sítt kokkakynstur, men serliga síni miðlan av føroyskari matgleði, John fyri fyrimyndarligan vertsskap og Birgir Enni fyri sít slóðbrótandi arbeiði at gera vart við skeljamat og annað góðmeti úr sjónum.

[object Object]
Gutti Winther

[object Object]Leif Sørensen

[object Object]Birgir Enni

[object Object]John Mikkelsen

Les meira her: Fýra ikon innan føroyska matlist    

Í sínum takkarrøðum vendu teir tøkkini aftur ímóti Bent Christensen og vístu á, at tann áhugin hann hevur víst fyri føroyskum mati, og tað ídni hann hevur talað gott fyri føroyskum mati úti í heimi eigur størsta heiðurin fyri, at føroyska matvinnan hevur ment seg so nógv sum hon hevur gjørt. Og harvið eisini øll ferðavinnan, tí hesi bæði tingini hoyra saman.

Bent Christensen nýtti høvið til at koma við nøkrum hugleiðingum um føroysku matstovuvinnuna. Tað eru bert knapt 15 ár síðan hann kom til Føroya á fyrsta sinni, og vísti á ta broyting, sum er hend. Tað, sum øtaði hann mest tá var, at ein ikki kundi keypa føroyskt lambskjøt á matstovunum, og at fiskur og skeljadjór stórt sæð ikki var at fáa.

[object Object]

Saknar betri omaná-rættir og meira fisk
Nógv er bøtt á hesum øki, men enn vantar eitt sindur í, heldur royndi danski matummælarin.

- Tit kundu gott gjørt tykkum størri ómak við omaná-rættunum, dessertunum. Tað er sum um, at tað ikki verður løgd líka stór orka í endamáltíðina, sum í hinar rættirnar, helt hann millum annað.

Eisini saknar hannn fleiri ymsar fiskarættir á matarkortunum. Flatfiskur, so sum tunga, er ikki lættur at fáa fatur á, og so saknar hann eisini tey ‘nýggju’ fiskasløgini. Tað kundi verið roynt meira við eitt nú makreli og lodnu, helt Bent Christensen.

Enn er ikki avgjørt, um hildið verður fram við Faroe Best-guidini og um eitt slíkt hátíðarhald verður aftur um eitt ár. Tað veldst eitt sindur um undirtøkuna, og áhugan hjá fyritøkum í at stuðla virkseminum.

Hetta er neyðugt, vísti Bent Christensen á, tí hann og ummælaralið hansara hava tað prinsipp, at tey helst vilja vera anonym, um tað ber til, og at tey vilja rinda fyri allar máltíðirnar, tey royna.

- Vit vilja ikki vera gestir og fáa matin ókeypis. Tí so kunnu vit ikki tilláta okkum at koma við kritikki, um tað skuldi verið neyðugt, vísti hann á.

Les eisini:

Koks er ársins matstova í Føroyum 

Hesar 18 matstovurnar fáa viðmæli í Faroe Best 

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið: 

Fleiri myndir her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

33 Leygardagur 12. februar 2022

Tiltak: Lokalar matvørur til ferðafólk

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan, har fleiri fyrilestrar um burðardyggga matgerð verða á skránni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni. Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð.

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan. Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við m.a. norðurlendskum gestarøðarum, ið greiða frá sínum royndum og servitan at nýta rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðinum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna, men vit fara eisini at nema við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.

Fyrilestrahaldarar eru:

  • Andreas Lindberg – Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar.
  • Sunniva Mortensen – Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur.
  • Philip Hougesen - Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum.
  • Jóhanna á Tjaldrafløtti – EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022.
  • Elisabeth Skarðhamar Olsen - Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á www.atgongumerki.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

34 Leygardagur 12. februar 2022

Borðreiða aftur við alskyns góðum úr sjónum

Ein dagur á grynnuni verður 7. mai. Hetta er fyrstu ferð síðani 2019, at stóra tiltakið í Tórsgøtu verður hildið

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“Ein dagur á grynnuni” verður aftur. Hesum boða fyrireikararnir frá.

Skipað var fyri tiltakinum fyri fyrstu ferð í 2015, men hevur ikki verið síðani 2019. Orsøkin er korona.

- Vit hava virt tilmælinum frá løgtinginum, um at størri bólkar ikki skuldi savnast, nú korona hevur herja um heimin. Tiskil hevur Ein dagur á grynnuni ikki verið hildin síðani í 2019 men nevndin hevur nú tikið avgerð um, at setta eitt dato til Grynnuna í ár og gleðir seg at fara til verka aftur, siga fyrireikararnir.

Í 2022 verður tiltakið hildið 7. mai, og sum vanligt, eru øll vælkomin oman í Tórsgøtu í Havn at royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna. Eitt fantastist høvi at læra okkara eftirkomarar um ta fantastiska tilfeingi, ið okkara land er kringsett av.

Tiltakið hevur eydnast væl seinastu árini áðrenn korona og áhugin hevur av tí sama veri vaksandi. Nú sæst eisini ein vaksandi áhugi frá ferðafólk, ið fáa ein serstakan møguliga, at royna føroysku matmentanina og heimskenda gestablíðni føroyinga. Tí eru vit sera fegin um at kunna kunngerða, at Ein dagur á grynnuni nú er aftur á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

35 Leygardagur 12. februar 2022

Norðurlandaráðið leitar eftir evnum til náttúruvirðislønina

Tríggjar ferðir hava føroyingar fingið henda heiður - seinast í 2019

Jens-Kjeld Jensen fekk umhvørvisvirðislønina í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú ber aftur til at koma við uppskotum til hvør skal vinna umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Umhvørvisvirðislønin er tann einasta av virðislønunum, sum Norðurlandaráðið letur, sum almenningurin kann koma við uppskotum til.

Men á hvørjum ári verður eitt tema valt, sum virðislønin skal snúgva seg um. Og í gjár varð kunngjørt, at ársins tema er náttúruloysnir ella náttúrugrundaðar loysnir.

Náttúruloysnir – ella tað, sum á enskum verður kallað nature-based Solutions – eru ein grundleggjandi liður í arbeiðinum við umhvørvi og lívfrøðiligum margfeldi. Talan kann til dømis vera um burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi, at varðveita vát- og mýrilendi ella at lata upp løkir og áir. Granskarar meta, at náttúruloysnir kunnu geva ein triðing av tí minking í útláti av vakstrarhúsgassi, sum skal til, fyri at tryggja okkum, at jørðin hitnar væl minni enn tvey hitastig, sum ásett í Paris-sáttmálanum.

Til ber at skjóta fyritøkur, stovnar ella einstaklingar upp, sum eru virkin í Norðurlondum og/ella eru tilknýtt samstarvsparti uttan fyri Norðurlond. Tiltakið skal hava eitt norðurlendskt sjónarhorn. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 10. mai 2022. Les meira her 

Tríggjar ferðir er Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins farin til Føroyar:

2006: Bogi Hansen
2015: SEV
2020: Jens Kjeld Jensen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

36 Leygardagur 12. februar 2022

Følv - nýggj tónleikaverkætlan hjá Mourits Mohr Joensen

"Litfagrir Fuglar" eitur fyrsti sangurin á Følv-verkætlanini - Rókur Jákupsson Jakobsen syngur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Følv eitur ein tónleikaverkætlan hjá havnarmanninum Mourits Mohr Joensen. Talan er um tríggjar sangir, sum hann hevur skrivað bæði lag og tekst til, men hann er ikki sjálvur við á upptøkunum.

Í dag varð fyrsta lagið leyslatið. Sangurin eitur “Litfagrir Fuglar”, ein sangur, sum verður singin av roynda sangaranum Róki Jákupssyni Jakobsen.

Mourits fortelur, at sangurin varð skrivaður í 2014.

- Upprunin til tekstin var helst ein ætlan um ein LGBT sang. Tí um hesa tíðina eg skrivaði tekstin, var ágangurin inn á tey samkyndu øgilgur, og er hann tað enn, tíverri. Sum tíðin leið, helt eg at hettar ikki bert er ein LGBT sangur, tí hesin tekstur røkkur til okkum øll. Eingin okkara er eins, tó eru vit øll menniskju, ið eru elskað so ella so, og ikki minst tjúglað um í okkara reiðri, greiðir Mourits Mohr Joensen frá.

Upptøkurnar er gjørdar í upptøkuhølinum Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

Tónleikarar eru: Rókur Jákupsson Jakobsen, sangur, Benjamin Petersen, guittarar, Mikael Blak, bass, og Per Ingavldur Højgaard Petersen, trummur. Mastrað hevur Infrasonic sound í Nashville.

Abbadóttur Mouritsar, Jórunn Davidsen, (@Jorunn_arts á Facebook og @Jorunn_Art á Instagram) hevur myndprýtt permumyndina. 

Lagið verður frá leygardegnum 12. februar at finna á ymsu tónleikapallunum, so sum Spotify, YouTube, AppleMusic, AmasonMusic og Deezer


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

37 Leygardagur 12. februar 2022

Eivør og Guðrið saman í nýggjum lagi

Talan er um enn eitt staklag komandi útgávuni hjá Guðrið Hansdóttir

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuni gevur Guðrið Hansdóttir sítt næsta staklag út, frá hennara komandi útgávu “Gult myrkur”, sum kemur út 22.  apríl.

Og hesaferð er talan um eina duett við Guðrið og Eivør Pálsdóttir. Lagið “Træ” snýr seg um ósemjur og trætur, sum kunnu stinga seg upp, í einum parlagi. Lurtarin fær eina ímynd av at vera høgt uppi í einum træ, sum bara veksur. Men tá ein endiliga hómar havsbrúnna, fellur træið og tú fellur við.

Lagið hevur Guðrið skrivað og orðini eigur Lív Maria Róadóttir Jæger. Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen framleiddu lagið saman og tað er Tróndur Bogason, sum stóð fyri streingjaútsetingum.

Um lagið sigur Guðrið sjálv, at tað var sera læruríkt og ein stór uppliving, at arbeiða saman við Eivør í studionum og heldur, at lagið hevur fingið ein heilt serligan dynamikk og stemning, við at hava tvær kvinnurøddir í fokus.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

38 Leygardagur 12. februar 2022

Landslagið í broyting – nýggj serframsýning í Listasavninum

Ferniseringin av nýggju framsýningini var í gjár

Málningur: Edward Fuglø
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 11. februar lat nýggja serframsýningin, Landslagið í broyting, upp á Listasavni Føroya. Framsýningin varpar ljós á broytingar í føroyska landslagnum og í listini.

Føroyskir listamálarar hava søguliga havt eina sterka siðvenju við at mála landslagið á ein romantiskan og hugfarsligan hátt, meðan samtíðarlistin alsamt flytir seg til annað tilfar og onnur úttrykk. Við listaverkum úr ymiskum tilfari og tøkni spyr framsýningin, hvat eitt landslag er. Hvussu er føroyska landslagið broytt gjøgnum tíðirnar? Og hvussu fer landslagið at síggja út í framtíðini?

Landslagið í broyting varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.

[object Object]Málningur hjá Zakarias Heinesen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

39 Leygardagur 12. februar 2022

Torradagar í Klaksvík byrja 21. februar

Í fjør vórðu teir avlýstir orsakað av koronustøðuni, men í døgunum 21. til 26. februar verður Klaksvík aftur karmur um Torradagar

(Savnsmynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú stundar Torratíðin til, og verða Torradagar í Klaksvík aftur á skrá. Dagarnir verða hildnir í Klaksvík frá mánadegnum 21. februar til 26. februar, boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðuni.

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag, har serfrøðingar greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.

Í fjør vóru Torradagar avlýstir orsakað av koronustøðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

40 Leygardagur 12. februar 2022

LÍF-húsið verður innrættað sum ræðsluhús

Dagarnar 28. februar til 1. mars eru tað bert tey djørvu, ið skulu leita sær í húsið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á føstulávint verður gjørt serligt burtur úr í Leirvík. Fólk verða boðin á gátt í LÍF-húsinum, men tað er tó ein treyt um at vera yvir 12 ár, og so er eisini onkursvegna neyðugt at hava eitt ávíst dirvi.

Fyrireikararnir siga soleiðis um tiltakið.

Einaferð var tað ein lítil bygd, sum æt Leirvík. Í Leirvík vóru eini gomul hús. Tey stóðu í bygdini í nógv ár, við fótin á einum brøttum fjalli. Vanliga eru hetta eini púra vanlig og hunalig hús – men einaferð hvørji hundrað ár koma óbodnir gestir av fjallinum grulvandi inn í húsið...

Kom á gátt í LÍF-húsinum 28. februar til 1. mars og vita, um søgurnar eru sannar. Ert tú nóg djarvur, sleppur tú kanska heilskapaður undan, og fært sagt øðrum frá tí, tú hevur sæð... men sig ikki, at eg ikki ávaraði teg! 

Síggj Annabelle, Samaru, tvíburðarnar úr the Shining og Nonnuna. Tey bíða eftir tær. Tey vænta, at tú kemur...


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

41 Leygardagur 12. februar 2022

Meinhard Edmund 25 ára starvsdag í Vágs kommunu

Saman við hinum arbeiðsmonnunum hevur hann sett sítt merkið á bygdina

Meinhard Edmund Vestureið og Bjarni Johansen, borgarstjóri (Mynd: Vagur.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin hevði Meinhard Edmund Vestureið 25 ára starvsdag í Vágs Kommunu.

Hesi nógvu árini hevur Meinhard Edmund havt nógvar og ymiskar uppgávur um hendi, og hevur hann, saman við hinum arbeiðsmonnunum, sett sítt merkið á Vág. Meinhard Edmund er eisini tann, sum trúfastur fer út at salta vegirnar, tá kavi og frost ger tað trupult hjá borgarum at ferðast í Vági.

Sum starvsfólk er Meinhard Edmund jaligur, trúfastur, álítandi, skemtingarsamur og altíð til reiðar at hjálpa, sigur Vágs kommuna.

Kommunan takkar Meinhardi Edmundi fyri støðuga og trúfasta arbeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

42 Leygardagur 12. februar 2022

Bach í kertuljósi – á vári

Konsertin, sum plagar at vera undan jólun, men varð avlýst, verður ístaðin 3. mars

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach. Hetta tiltakið byrjaði í 2018, og vanliga er tað fyrst í jólamánaðinum. Í fjør var upprunaliga konsertin, sum flestøll tiltøk, ávirkað av koronatilmælunum. Men fyrireikarnir hava avgjørt at fremja konsertina 3. mars ístaðin.

Skráin er úr orkesturverkum og soloverkum fyri violin, sello og gittara.

Tónleikararnir heiðra várinum og ljósinum við serstøkum úrvali av verðsligum tónleiki, ið gjøgnum allar øldir, hevur verið yndað av tónleikakønum, lurtarum – og ikki minst tónleikarunum.

Gamli Bach mann vera, um nakar, tónaskaldið, ið tónleikarar virða einamest. Sjálvur var Bach kendur sum ein framúrskarandi orgulleikari – mettur sum hin mætasti at improvisera.

Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum, ið Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt.

Tey, ið framføra í ár, eru solistar úr úrmælinga- og tónleikabólkinum Aldubáruni: Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk, Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin, Angelika Hansen, bratsj og Tóri Restorff Jacobsen, sello. Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur

Konsertin er hóskvøldið 3. mars og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja longu kl. 18.45, meðan fólk kemur í kirkjuna, at spæla stillisligan tónleik úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach.

Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, er hugnaløta í Roykstovuni.

Avmarkað pláss er í kirkjuni. Konsertin er ókeypis.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

43 Leygardagur 12. februar 2022

Framtíðin sambært Clement Kjersgaard

Danski sjónvarpsverturin yvir tvey kvøld at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær heimssøguna næstu 25 árini. Hetta verður í Norðurlandahúsinum 15. og 16. februar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvør framtíð liggur fyri framman? Er tíðin, hvar USA er eitt stórveldi við at fáa ein enda? Er hetta bert byrjanin fyri Kina sum stórveldi? Verðin er í broyting. Alheims valdsjavnvágin verður forskotin, og tøkniligu risarnir broyta korini fyri miðlarnar, tíðindaflutningin og fólkaræðið. Hvat er tað fyri ein framtíð, ið gongur okkum í møti? Clement Kjersgaard kemur til Føroya fyri at geva sítt boð upp á hetta.

Danski sjónvarpsverturin er serliga kendur fyri at seta harðar og beinraknar spurningar, og beinharðari stýring av heitum politiskum kjaki, t.d. í sendingini Debatten á DR2, men í Norðurlandahúsinum eigur hann mikrofonina einsamallur og skal sjálvur koma við svørunum. Her fer hann, yvir tvey kvøld, at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær heimssøguna næstu 25 árini og framtíðarinnar miðlar og tíðindaflutning. Tíð verður til spurningar úr salinum aftaná fyrilestrarnar.

Clement Kjersgaard varð studentur í United World College of Hong Kong, og hevur útbúgving í heimspeki, politikki og búskaparfrøði á University of Oxford.

Skrá:
Týs. 15. februar, kl. 19.30
Heimssøgan næstu 25 árini

Mik. 16. februar, kl. 19.30
Framtíðarinnar miðlar og framtíðarinnar tíðindaflutningur

Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

44 Leygardagur 12. februar 2022

Illfýsin, men metgrønur januar

Vindur og regn stóðu fyri meginpartinum av streyminum í januar - 62 prosentum - meðan olja stóð fyri 38 prosentum. Grøna elframleiðslan royndist væl í váta og ruskuta veðrinum og fyri fyrstu ferð fór samlaða framleiðslan úr varandi orku upp um 24 GWt ein einstakan mánað

Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis sera høgur, og tilsamans nærkaðist nýtslan 39 GWt, sum er 4,4 prosent hægri enn í januar 2021
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vindur og regn stóðu fyri meginpartinum av streyminum í januar, t.e. 62 prosentum, meðan olja stóð fyri 38 prosentum.

Meðan grøna elframleiðslan í januar 2021 var undir miðal orsakað av stillum frostveðri, er støðan heilt ein onnur í januar 2022. Grøna elframleiðslan royndist sera væl í váta og ruskuta veðrinum, og fyri fyrstu ferð fór samlaða framleiðslan úr varandi orku upp um 24 GWt ein einstakan mánað. Framleiðslan var yvir 80 prosent grøn í tilsamans 19,23 tímar.

Vatnorkan kom upp á 17,7 GWt, meðan vindur og biogass rukku ávikavist 5,7 og 0,9 GWt. Væl meira enn helvtin av vatnorkuframleiðsluni varð framleidd á Eiðisverkinum, sum kom upp á 10 GWt. Eiðisverkið stóð fyri einum fjórðingi av allari framleiðsluni í januar.

Avfallsnøgdin í januar í ár var 340 mm, meðan hon bert náddi 179,5 mm í januar í fjør, máld á Fitjunum í Vestmanna.

Býtið av orkukeldum í prosentum var ávikavist vatn 45, olja smá 38, vindur 15 og biogass góð 2 prosent.

Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis sera høgur, og tilsamans nærkaðist nýtslan 39 GWt, sum er 4,4 prosent hægri enn í januar 2021. Hetta er triði mánaðin á rað, at elnýtslan liggur um 39 GWt.

Vindorkan í meginøkinum royndist eisini væl við eini framgongd á 35 prosent í mun til januar 2021. Miðal vindferðin í Húsahaga var 14,8 m/sek í januar 2022, í mun til 7,8 m/sek somu tíð í fjør. Miðal vindferðin í Neshaga var 15,2 m/sek í ár, í mun til 8,3 m/sek í januar í fjør.

Suðuroy

Í Suðuroy royndist framleiðslan úr bæði vindi og vatni væl: Vatnorkan var 100 prosent betri, og vindorkan 63 prosent betri enn sama mánað í 2021. Tilsvarandi var termiska framleiðslan á Vágsverkinum 27 prosent minni enn í 2021. Býtið í Suðuroy var 57 prosent termisk orka og 43 prosent varandi orka.

Sólorkuskipanin í Sumba royndist ikki eins væl í januar í ár og í fjør. Hetta kemst av, at lutfalsliga nógvir klárir dagar vóru í stilla kavaveðrinum í fjør. Skipanin framleiddi 1,24 MWt í januar í ár, í mun til 1,90 MWt í fjør.

Tilsamans 3,3 GWt vórðu framleiddir í Suðuroy í januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

45 Leygardagur 12. februar 2022

Yvir 60 prosent av møguligu framleiðsluni kemur ikki til høldar

Vindmyllurnar í Porkerishaga kundi framleitt næstan 12 gigawatttímar afturat, sum ikki verða gagnnýttir nú

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein knappur triðingur av orkuframleiðsluni í Suðuroy í fjør var við varðandi orku. 2021 var fyrsta árið við vindorku í oynni, og av teimum 35,9 gigawatttímunum, sum Sev framleiddi, var 31 prosent varðandi orka. 21,4 prosent komu frá vindmyllunum, 0,5 prosent frá sólfangarunum á Sumba og 9 prosent frá vatnorkuverkinum í Botni.

Men tølini vísa eisini, at ein rættiliga stórur partur av framleiðsluni, sum kemur frá vindmyllunum í Porkerishaga, fer til spillis.

Talan er um hugtakið “windcurtailment”, sum merkir framleiðsla frá vindmyllum, sum verður skorin burtur.

Umhvørvisstovan hevur gjørt eina uppgerð yvir el-framleiðsluna í 2021, har serligur dentur verður lagdur á Suðuroy, ið er ein lukkað skipan, tá tað kemur til streymframleiðslu, skilt á tann hátt, at Suðuroyggin sjálv framleiðir allan streymin, og er ikki knýtt í aðrar oyggjar við kaðali.

[object Object]

Hendan myndin vísir vindframleiðsluna fyri hvønn mánaða í 2021

Teir myrkagrønu stabbarnir vísa møguliga framleiðslu, tað er tann samlaða framleiðslan, sum er tøk til nýtslu og hevði kunnað verið gagnnýtt, um elskipanin og brúkararnir av el høvdu kunnað tikið ímóti øllum. Teir ljósagrønu stabbarnir eru tann framleiðslan, sum er gagnnýtt, meðan teir ljósabrúnu stabbarnir vísa ikki gagnnýtta elorku frá vindmyllunum. Talan er um tað, sum eitur “windcurtailment”.

Av tí, at elskipanin av ymsum grundum ikki er før fyri at taka ímóti, er neyðugt at lata myllurnar framleiða við lægri mátti. Hetta fyribrigdi vil altíð vera í eini framleiðsluskipan við óstøðugum orkukeldum. Tað er ein avbjóðing at minka hendan partin og at gagnnýta so stóran part, sum til ber.

Henda myndin vísir, at heilir 11,9 gigawatttímar, ella 61 prosent av møguligu framleiðsluni ikki kemur til høldar.

Ben batar eru á veg, tí nú í vár verður eitt lutfalsliga stórt elbattarí (6-7 MW) og lutfalsliga stórir synkronkompensatorar tiknir í nýtslu í elskipanini í Suðuroy. Hesi tól fara at gera tað møguligt at økja munandi um brøkpartin av vindorkumátti, til tíðir upp móti 100 prosent, og eisini gera tað møguligt til tíðir at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, stendur at lesa í frágreiðingini.

Væntast kann, at gagnnýtslan av vindorku fer munandi upp, at nøgdin av ikki gagnnýttari vindorku fer at minka úr umleið 12 gigawatttímumum árið niður í umleið 5, og at nýtslan av tungolju á Vágsverkinum harvið fer at minka við umleið 1.500 tonsum um árið.

Gevur meining av brúka elbilar og hitapumpur – serliga í Suðuroy
Víðari verður skrivað í frágreiðingini:

- Hin orsøkin, sum ger, at tað framvegis ikki ber til at fáa alla vindorkuna til høldar er, at nýtslan í Suðuroy stórar partar av tíðini er væl minni enn 6,3 MW, sum er samlaði mátturin á vindmyllunum.

- Tað ræður tí um við skilagóðum átøkum at økja um nýtsluna av elorku. Tað gevur sera góða meining at brúka hitapumpur til upphiting og at brúka elbilar í Suðuroynni. Hvørt sethús, sum ikki hevur oljufýr sparir 2 til 3 tons av olju um árið og hvør bilur, sum ikki hevur bensin- ella dieselmotor sparir um 1 tons av olju um árið.

- Samstundis verða hesi brúkarar av elorku, sum fyri ein heilt stóran mun kemur frá varandi orkukeldum, og eru við til at gagnnýta ein enn størri part av vindorkuni, sum annars ikki verður brúkt.

Frágreiðingin vísir eisini á onnur tiltøk, sum kundu verið gjørd fyri at gagnnýta vindmyllurnar betri. Eitt nú kundi upphitingin til Pálshøll flutt yvir til el og fjarhitaskipanir kundi verið gjørdar á stóru plássunum har orkugoymslurnar vórðu hitaðar við el-orku. Eisini eru møguleikar við pumpuskipan við vatngoymslum og møguliga at framleiða vetni (brint). 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

46 Leygardagur 12. februar 2022

Føroyska elframleiðslan vaksin við 54 prosentum í 10 ár

Føroyska elframleiðslan er støðugt vaksin seinastu árini. Frá 274 GWh í 2011 til 422 GWh í 2021 er vøksturin heili 54 prosent skrivar Umhvørvisstovan

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Olja er enn størsta og einasta fossila orkukeldan. Útbyggingin við vindorku í fyrru helvt av tíðarskeiðinum gjørdi, at oljuparturin minkaði niður í 40 prosent í 2015. Síðani tá er oljuparturin bara vaksin ár um ár til hann í 2021 er oman fyri 60 prosent.

Orsøkin til hendan vøkstur er økta elnýtslan í samfelagnum sum heild og eisini, at fáar útbyggingar við varandi orku hava verið hetta tíðarskeiðið.

[object Object]Sum tað sæst á mynd 1, verður el framleitt úr fimm ymiskum orkukeldum. Kelda SEV


Í 2021 var oljunýtslan til elframleiðslu 54.000 tons, sum kostaðu SEV 181 milliónir krónur.

Framleiðslan úr vatnorku hevur sveiggjað millum 93 GWh og 134 GWh og hevur í miðal verið 107 GWh. Ongin útbygging av vatnorku hevur verið hesi árini og avfalsnøgdirnar eru ymiskar frá ári til ár.

Vindorkan hevur givið størri íkast so hvørt sum nýggjar vindmyllur eru settar upp. Í 2021 vóru íalt 25 MW í rakstri og framleiddu tær 52,5 GWh.

Biogassverkið hjá Førka á Skarðshjalla hevur síðani tað byrjaði í 2020 havt eina rættiliga støðuga framleiðslu á umleið 1 MW. Í 2021 var samlaða framleiðslan 6,8 GWh ella 1,6 prosent av føroysku elframleiðsluni.

Sólorka er enn á royndarstigi í Føroyum. Tað størsta sólorkuverkið er tað hjá SEV í Sumba, sum í 2021 framleiddi 0,18 GWh ella 0,05 prosent av samlaðu elframleiðsluni.

El frá olju kostar sostatt í minsta lagi tríggjar ferðir so nógv sum el frá nýggju vindmyllulundunum.

Tær nýggju vindmyllulundirnar í Flatnahaga, á Gellingarkletti og á Eiði kunnu framleiða 220 GWh um árið. Sjálvt um tað fyrstu árini verður ein avbjóðing at fáa nógv meiri enn helvtina til høldar, er tað tó til ein prís undir 50 oyru/kWh, sum framvegis er nógv bíligari enn tey 69 oyruni/kWh, sum el úr olju kostar skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.

Nú um dagarnar hevði SEV eisini umfevnandi  frágreiðing um elframleiðslu og annað í tí sambandi. Meira fæst at vita um alt hetta á heimasíðunum hjá ávikavist SEV og Umhvørvisstovuni, har sera nógv viðkomandi og áhugavert tilfar finst eins og hagtøl og kurvar av ymsum slag, sum greina føroysku orkustøðuna. Vert er at fylgja við á m.a. hesum báðum heimasíðunum hjá teimum mongu, sum fylgja við gongdini innan orkuna í Føroyum. Fylgið eisini við á orkan.fo, sum somuleiðis fylgir orkugongdini bæði heima og úti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

47 Leygardagur 12. februar 2022

Vesturheimurin hóttir Russland at brúka gassvápnið

Ger Russland av at gera innrás í Ukraina verður forboð lagt móti at taka í brúk gassleiðingina Nord Stream 2, stendur hetta upp til USA

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast Joe Biden og Olaf Scholtz á fundi í Washington í vikuni samdust um at halda fram við royndunum at finna  eina diplomatiska loysn á stríðnum í Ukraina, so lat Biden forseti ongan iva vera um, at so skjótt russiskir hermenn fara um markið, tá verður Nord Stream 2 søga. Russland útflytir í dag 40 prosent av allari orku, sum ES brúkar.

[object Object]Høvuðsyvirskriftin í Washington Post í morgun

Sholtz var kortini ikki so avgjørdur sum hansara amerikanski starvsfelagi, tó at stórt trýst verður lagt á týsku stjórnina at taka eina so kollveltandi avgerð, verður tað neyðugt.  Nord Stream 2, sum er fíggjað av týska vinnulívinum, skal vera við til at tryggja tí sera orkjukrevjandi týska ídnaðinum orku. So eitt forboð móti Nord Stream 2 kann gerast ein boomerangur fyri eitt nú Týskaland.

Higartil er gass fyri ein stóran part komið umvegis Ukraina úr Russlandi til Týskaland. Við at lata upp fyri Nord Stream 2 kunnu russar sleppa undan at brúka Ukraina sum millumland og harvið taka part av búskaparliga grundarlagnum hjá landinum burtur. Tað vilja amerikanarar ikki ganga við til.

Um somu tíð sum hetta hendir hevur Ursula von der Layen, ovasti í ES heitt á bæði Noreg og USA um at útflyta meira gass til ES.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

48 Leygardagur 12. februar 2022

ES-nevndin: Nú skal gass- og kjarnorka góðkennast sum grøn

Hóast meiriluti er fyri at góðkenna bæði gass og kjarnorku sum grøna, so er eisini nógv mótstøða í ES móti uppskoti frá ES nevndini

ES nevndin hevur eftir drugvt orkukjak nú tikið endaliga avgerð um at leggja uppskot fram um at góðkenna gass- og kjarnorku sum grønar orkukeldur
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir rættiliga drúgvt orðaskifti í ES, hevur ES nevndin nú gjørt álvara av at leggja fram uppskot um, at felagsskapurin góðkennir bæði kjarnorku og gass sum burðadygga grøna orku.

Hetta kemur m.a. fram í kjalarvørrinum á tí sera torføru orkustøðuni, sum hevur tikið seg upp kring heimin, har grøna skiftið við m.a. varandi orkukeldum ikki í nóg stóran mun og nóg skjótt hevur  megnað at avloysa fossilu orkuna og neyvan heldur fer at gera tað í bræði, við tí úrsliti at orkuframleiðslan megnar ikki at nøkta eftirspurningin við harvið fylgjandi methøgum prísum á bæði olju og gassi.

At fleiri ES lond hava gjørt av at stongja kjarnorkuverk, sum so skulu avloysast av varandi orku, kemur nú aftur um brekku, tí saman við minkandi íløgum í bæði olju og gass, er minkandi kjarnorkuframleiðslan við til at elva til orkukreppu eitt nú í Evropa.

Bæði í Týsklandi og í Svøríki merkjast nú avleiðingarnar av, at londini hava stongt fleiri kjarnorkuverk og ætlanin er at stongja fleiri aftrat. Hvat enn verri er, er,  at henda gongdin ger tað uppaftur truplari at sleppa av við kolaorku, sum er tann, ið dálkar mest.

Víst verður á at fyri at sleppa londum so sum Pólandi undan at brúka dálkandi kol í síni orkuframleiðslu, so er gass rætta leiðin fram í løtuni. Týskaland, sum er stórbrúkari av gassi, fer at hava ilt við at vera gass fyriuttan, nú tað skal sleppa sær av við bæði kol, olju og kjarnorku. Hóast stórar íløgur í bæði vind- og sólorku, so megna tær ikki einsamallar eftirspurningin eftir orku.

Nú hevur so ES nevndin sæð seg noydda til at leggja uppskot fram um at loyva framhaldandi framleiðslu av bæði gassi- og kjarnorku fyri harvið at kunna nøkta framtíðar tørvin á orku.

At vilja samtykkja gass og kjarnorku sum grøna og burðardygga orku hevur fingið  fleiri av ES londunum á bakbeinini og hótta tvey teirra, Eysturríki og Luxemburg við at fara til dómstólarnar fyri at steðga uppskotinum, sum eftir øllum at døma kortini fer at verða samtykt.

Umboð fyri Eysturríki sigur, at umrøddu orkukeldur eru hvørki grønar ella burðardyggar. Talan er um einki annað enn eina grønvasking av gassi og kjarnorku. Spania hevur eisini sett seg upp ímóti uppskotinum. Eisini grønu flokkarnir í ES sum heild eru ímóti uppskotinum. Og hevur m.a. nýggi týski grøni umhvørvisráðharrin víst á, at henni dámar einki uppskotið.

Men risastóri ídnaðurin í Týsklandi, tann størsti í Evropa og ein av motorunum í evropeiska búskapinum, tekur sera væl ímóti uppskotinum frá ES-nevndini. ES nevndin vísir aftur atfinningunum og sigur, at ES hevur samtykt at vera CO2 neutralt í 2050 og er stigið at góðkenna gass og kjarnorku sum part av orkumixinum eitt týðandi stig á leiðini. Tað verður so eisini gjørt fyri at vísa privatum íleggjarum vegin fram. 

Tað eru so eisini tey lond, sum vísa á týdningin at gera Evropa minni heft at russiskum gassi í framtíðini, og tað skal nýggja uppskotið frá ES nevndini m.a. vera við til at stuðla uppundir. Og fyri gassframleiðarar í Evropa so sum Noreg kemur ein slík ætlan sera væl við. Vit síggja eisini, at fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, sum m.a. virka í Norðsjónum, eitt nú Shell, so seint sum í hesi vikuni, hava víst á týdningin at menna gassframleiðsluna í Norðsjónum. Stjórin í Shell vísti á ráðstevnu í Portugal í vikuni á, at Shell sær stórar møguleikar at menna gassframleiðslur í Norðsjónum komandi árini. 

Nú skal uppskotið til umrøðu í ES tinginum og skal tað avgreiðast innan fýra mánaðir.

Keldur: BBC, Energy Voice, World Oil, Euractiv

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

49 Leygardagur 12. februar 2022

Noreg ikki nokk av gassi at lata ES

Herfyri heitti ES leiðarin á Noreg um at lata ES meira gass, nú felagsskapinum tørvar gass, og nú hann ynskir at gera seg minni heftan at russiskum gassi

Norski orku- og oljuráðharrin skal á fund í Brussel í næstum at umrøða støðuna á orkuøkinum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftirspurningurin eftir gassi á heimsmarknaðinum er nú vorðin so mikið stórur, at tað ljóðar, at Noreg hevur latið ES vita, at tað er avmarkað, hvussu nógv gass Noreg megnar at lata ES londunum. Málið fer at verða viðgjørt á fundi í Brussel  millum orkuráðharrarnar Marte Kjøs Petersen og Kadri Simson 22. februar. Á fundinum er ætlanin at viðgera orkumál sum heild og harvið eisini støðuna á orkumarknaðinum í løtuni.

Eins og Noreg stríðist eisini alt Evropa við skíhøgum streymprísum. Ein orsøkin er m.a. minkandi gassgoymslur í heiminum.

ES ber ótta fyri, at Russland, sum er størsti útflytarin av gassi til Evropa við nærum 50 prosentum, fer at skerja sínar veitingar fyri at økja um trýstið móti Vesturheiminum, sum hevur hótt Russland við sanktiónum, um landið ger innrás í Ukraina.

Av somu orsøk hevur ES nevndin m.a. vent sær til Noreg, sum er næststørsti framleiðarin av gassi til Evropa eftir Russland.

Forsetin í ES nevndini, Ursula van der Leyen segði í vikuni við týskar miðlar, at roynt verður at keypa meira gass úr m.a. Noregi. Longu í januar mánað komu boð úr norska orkumálaráðharranum um, at Noreg hevur ikki meira at geva av, nú framleiðslan longu koyrir við fullari ferð. Noreg flytur alt tað gassið, sum til ber gjøgnum verandi rørleiðingsskipanir, varð sagt.

Tað kemur eisini illa við, at stóri norski gassframleiðarin, Snøhvit leiðin, er fyribils stongd vegna eldskaða. Hon letur uppaftur 17. mai. Annars roynir størsti norski framleiðarin av gassi, Equinor, at gera alt tað er ment at økja um gassframleiðsluna. Ein vegur á hesi leið er at parkera oljuframleiðslu og heldur brúka kreftirnar til at framleiða gass.  

Kelda: e24

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

50 Leygardagur 12. februar 2022

Oljuprísur 100 dollarar í vár

Ein av mongu metingunum og greiningum av framtíðar oljuprísinum kemur frá amerikanska oljurisanum Chevron, sum sigur, at prísurin fer at røkka 100 dollarar um nakrar mánaðir

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðsta fríggjadag var oljuprísurin tann hægsti síðani oktober 2014 nevniliga 93,36 dollarar. Og tað eru teir greinarar, sum halda, at prísurin fer at hækka enn meira og røkka 100 dollaramarkinum innan nakrar mánaðir. Ein teirra er  stjórin í amerikanska oljufelagnum Chevron.

Hetta byggir hann bæði á geopolitisku støðuna, sum hevur tikið seg upp millum Vesturheimin og Russland umframt vaksandi eftirspurningin eftir olju og gassi, sum veksur skjótari enn framleiðslan, skrivar Bloomberg.

Hann vísir á, at tað er nakað nýtt, at kreppur sum hon í Ukraina, hava veruliga ávirkan á oljuprísin.

Kortini er tað ein sannroynd, at himmarhøgir oljuprísir fara neyvan at standa  við leingi, tí tá hann nærkast sonevnda píningsmarkinum, har eittt nú fátøkk lond ikki megna at rinda fyri dýru oljuna, tá fer aftur at ganga hinvegin við eftirspurninginum og harvið eisini prísinum.

Eisini norski greinarin Helge Andre Martinsern frá DNB Markets væntar, at prísurin fer at halda fram við at vaksa. Enn ein orsøk til hetta er ein kuldabylgja, sum í løtuni floymir inn yvir statin Texas í USA, sum hevur við sær, at ein partur av amerikonsku framleiðsluni verður steðgað.

Eisini heldur hann tað hevur ávirkan, at fleiri av Opec londunum, sum annars hava bundið seg til at hækka framleiðsluna aftur, hava ilt við at gera tað. Eisini eru tekin um, at heldur ikki Russland megnar at økja um sína framleiðslu. 

Hesar sannroyndir umframt at avleiðingarnar av korona eru við at minka kring harimin, eru við til at økja um virkemi, sum so aftur økir um eftirspurningin eftir orku. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

51 Leygardagur 12. februar 2022

Kunnu vanligar brillur verja ímóti koronu?

Granskarar úr Danmark fara nú at kanna, um fólk, sum brúka brillur, eru betri vard ímóti koronu enn onnur

(Mynd: Visualhunt.com)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ábendingar eru um, at vanligar brillur kunnu verja ímóti teimum dropunum av virus, sum smitta gjøgnum luftina, og sambært bretskari kanning frá 2021 er líkt til, at fólk, sum brúka brillur eru upp móti 23 prosent betri vard móti koronu enn onnur.

Eitt toymi av granskarum úr Danmark og Noregi fara nú at kanna málið. Ætlanin er at fáa 100.000 persónar at luttaka í kanningunum.

Thomas Benfield, granskari frá Amager-Hvidovre Hospital, sum er ein av granskarunum handan verkætlanina, sigur við DR, at tað framvegis er umráðandi at kanna slíkt.

– Vit vita ikki við vissu, um har seinni verður tørvur á tiltøkum ella verndarútgerð aftur, um støðan broytist. Eisini verða framhaldandi borgarar, sum eru í serligum vanda, og sum kunnu hava gagn av at verja seg, og um brillur vísir seg at vera eitt gott amboð, er tað umráðandi at hava tað í huga, sigur hann.

Samstundis vísir hann á, at hóast eitt nú Danmark hevur slept so at siga øllum koronutiltøkunum, eru framvegis nógv lond, har smittan ger nógv um seg. Tí kann nýggj vitan framvegis gera mun.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

52 Leygardagur 12. februar 2022

Skjótt sleppa koppsett ferðafólk aftur til Avstralia

Landið, sum hevur verið stongt fyri ferðandi í nærum tvey ár, hevur seinastu tíðina latið landamørkini meira upp, og frá 21. februar sleppa øll, sum eru koppsett í minsta lagi tvær ferðir fyri koronu, aftur at ferðast til og frá Avstralia

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison á tíðindafundi í Canberra (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

21. februar ferð Avstralia at lata landamørkini upp fyri ferðafólki. Seinastu tvey árini hevur landið verið stongt fyri ferðandi, við fáum undantøkum.

Seinastu mánaðirnar hevur landið tó latið meira upp, m.a. fyri arbeiðsførum útlendingum og einari seravtalu við Nýsælandi um sóttarhaldsfría ferðing millum londini. Men um tvær vikur verður latið upp fyri øllum ferðandi – sum eru koppsett fyri koronu.

– Eru tit koppsett tvær ferðir, gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomin til Avstralia, sigur forsætisráðharrin, Scott Morrison á tíðindafundi í Canberra mánadagin.

Boðini um, at landamørkini lata uppaftur eru kærkomin hjá lokalu ferðavinnuni, sum hevur verið sera hart rakt av koronutiltøkunum í landinum, skrivar Reuters.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

53 Leygardagur 12. februar 2022

Margreta drotning fingið koronu

Hon skuldi eftir ætlan til Noregs á vetrarferiu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Korona kann raka øll. Eisini tey kongaligu.

Sum so nógv onnur, so er Margreta drotning vorðin testað positiv við koronu. Hetta boðar Kongshúsið frá í tíðindaskrivi mikudagin.

Upplýst verður at drotningin bara hevur veik sjúkueyðkenni, og heldur til á Amalienborg.

Eftir ætlan skuldi Margreta drotning á vetrarferiu í Noreg í dag, men hetta er sjálvsagt avlýst.

Eisini spanski kongurin, Felipe, fekk í vikuni staðfest korona, tó uttan heldur av hava serlig sjúkueyðkenni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

54 Leygardagur 12. februar 2022

Danmark brynjar seg móti russiskum ágangi

Sendir tvey F-16 jagaraflogfør til Bornholm

(Mynd: TV2/Bornholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hernaðarliga trýstið úr Russlandi móti Ukreina er ein avbjóðing mótvegis trygdarpolitisku støðuni í Evropa, og tí hevur danska stjórnin gjørt av at herða sína hernaðarligu tilbúgving.

Tað boðaði danska verjumálaráðið frá í tíðindaskrivi týsdagin.

Tiltøkini umfata millum annað, at danska hernaðartilbúgvingin er styrkt, sum partur av styrktu Nato-tilbúgvingini.

Talan er um eina herdeild – bataljón – ið verður staðsett í Slagelse.

Danska afturvísingartilbúgvingin verður eisini styrkt við at seta tvey F-16 jagaraflogfør, klár at fara í stríð, “um tað verður mett at vera neyðugt”. Slíkt hevur fyrr verið gjørt, tá russiskt loftvirksemi hevur verið nærhendis danskt loftrúm, skrivar verjumálaráðið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

55 Leygardagur 12. februar 2022

Danska hernaðaravtalan við USA ikki galdandi fyri Føroyar

Hetta staðfestir fólkatingslimurin Edmund Joensen í tíðindaskrivi, stutt eftir at Mette Frederiksen kunngjørdi, at Danmark og USA hava gjørt eina dagførda verjuavtalu, ið millum annað inniber, at amerikanskir hermenn og hernaðarútgerð kann vera á danskari jørð

Mette Frederiksen staðfesti, at spenta støðan við Krim-hálvoynna ikki er orsøkin til avtaluna (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Donsku myndugleikarnir kunngjørdu hósdagin, at ein avtala nú verður við  
USA um tættari verjusamstarv.

Hendan avtalan fer millum annað at hava við sær, at amerikanskir hermenn kunnu koma til Danmarkar, og at amerikansk hernaðarútgerð kann setast upp á danskari jørð - tó ikki atomvápn.

Talan er um eina umráðandi og neyðuga avtalu, segði forsætisráðfrúan. Mette Frederiksen sló tó fast, at hetta ikki hevur nakað við spentu støðuna millum Russland og Ukreina at gera - hendan avtlan hevur verið leingi á veg, segði uttanríkisráðharrin.

Tað er tó Russland, ið hóttir friðin í Evropa, segði Jeppe Kofoed, og Edmund Joensen nevnir eisini hetta í skrivi, ið fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum sendi út stutt eftir kunngerðina:

- Sæð í ljósinum av teimum spenningum, ið eru úti í heimi, við øktari russiskari aggresión, er hendan avtalan eftir míni sannføring neyðug.

Edmund Joensen slær eisini fast, at danska stjórnin hevur gjørt púra greitt, at hendan avtalan einans skal umfata Danmark og ikki Føroyar og Grønland.

- Forsætisráðharrin hevur verið í tøttum dialogi, umvegis samstarvsráðið, við Føroyar og Grønland um komandi avtaluna. Tað er gleðiligt at síggja, at samstarvsráðið, ið varð sett á stovn seinasta ár, er tikið í nýtslu, og at Føroyar og Grønland verða tikin við í uttanríkis- og verjupolitiskum málum í ríkinum, skirvar fólkatingsmaðurin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

56 Leygardagur 12. februar 2022

Besta úrslit nakantíð í Danmark

A.P. Møller Mærsk hevði 117 milliardir krónur í yvirskoti í fjør

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska flutningsfyritøkan A.P. Møller Mærsk A/S hevði ikki minni enn 117 milliardir krónur í yvirskoti í 2021. Hetta framgongur av ársroknskapinum í felagnum, sum júst er almannakunngjørdur.

Hetta er ein vøkstur á 500 prosent í mun til úrslitið fyri 2020.

Hetta er ikki bara besti roknskapurin í søgu felagsins.

- Hetta er eisini besta úrslitið í donskum vinnulívi nakrantíð, sigur Mikkel Emil Jensen, greinari hjá Sydbank við miðilin Finans.

Mærsk hevði ein samlaðan umsetning í fjør á 400 milliardir krónur.

Orsøkin til góða úrslitið skal síggjast í, at farmaprísirnir í fjør hækkaðu munandi, sum avleiðing av fløskuhálsunum, ið uppstóðu í heimsins høvnum í sambandi við covid-19-heimsfarsóttina, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2022

57 Leygardagur 12. februar 2022

Ísland fer at steðga hvalaveiðu frá 2024

Ein av orsøkunum er vantandi eftirpsurningurin eftir íslendskum tvøsti

Svandis Svavarsdóttir, fiskimálaráðharri í Íslandi
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2024 skulu tey vera liðug at veiða hval í Íslandi, boðar íslendski fiskimálaráðharrin frá.

– Har eru ikki nógvar orsøkir til at loyva hvalaveiðu eftir 2024. Har eru ikki nógv prógv fyri, at hetta hevur nakran fíggjarligan fyrimun, sigur íslendski fiskimálaráðharrin, Svandis Svavarsdóttir.

Ein av orsøkunum er m.a. vantandi eftirspurningurin. Síðan Japan aftur byrjaði at veiða hval fyri tvøstið í 2019, er eftirspurningurin eftir íslendskum tvøsti minkaður nógv, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

58 Leygardagur 12. februar 2022

Dóra varð elsti íslendingur nakrantíð

Hon andaðist síðsta fríggjadag 109 ára gomul

(Mynd: RÚV)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dóra Ólafsdóttir, sum í desember mánaði røkk so høgan aldur, at hon var elsti íslendingur nakrantíð, andaðist fríggjamorgunin 4. februar, 109 ára gomul.

Dóra føddist 6. juli 1912 í Grýtubakkahreppi við Eyjafjørðin. Hon búði mesta av lívi sínum á Akureyri, har hon starvaðist hjá telefonverkinum.

13. desember gjørdist Dóra tann íslendingur, sum hevur livað longst. Tá fortaldi hon Ríkisútvarpinum, at ein orsøk til hennara langa lív kanska var, at hon aldri hevði drukkið ella roykt.

- Men mær dámar at lesa. Tað eru bøkurnar, ið fáa meg at kenna meg væl, segði hon tá. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

59 Leygardagur 12. februar 2022

Elizabeth II ynskir, at Camilla fær drotningaheiti tá Charles tekur yvir

6. februar vóru 70 ár liðin síðan Elizabeth gjørdist drotning í Bretlandi

Í sambandi við 70 ára degnum sæst ein stór mynd av drotningini í Piccadilly Circus í London (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Camilla Parker Bowles, hertogafrúa av Cornwall, kona Charles prins, skal verða drotning, tá maður hennara yvirtekur bretsku trónuna.

Tað sigur bretska Elizabeth drotning sambært bretskum miðlum.

Í fleiri ár hevur verið ógreitt, hvønn leiklut og hvat heiti Camilla Parker Bowles fer at fáa í framtíðini, men drotningin sigur tað vera hennara ynski, at verdóttir hennara fer at fáa heitið drotning.

Hóast Camilla er gift prinsinum av Wales, hevur hon ikki brúkt heitið prinsessa av Wales, hóast hon hevur rætt til hetta. Tað er fyri at vísa virðing fyri fyrrverandi konu Charles, Dianu, sálu, sum enn verður sett í samband við heitið.

Farna vikuskiftið kundi 95 ára gamla Elizabeth II hátíðarhalda, at hon hevur sitið 70 ár á bretsku trónuni. Tað var 6. februar í 1952, at hon sum 25 ára gomul gjørdist drotning, eftir at pápi hennara, George VI, doyði.

Við sínum mongu árum á trónuni hevur bretska drotningin eisini sett fleiri met. Eingin annar hevur sitið longri á bretsku trónuni enn hon, og eingin bretskur kongur ella drotning hevur livað so leingi sum hon. Heldur ikki hevur nøkur onnur kvinna í søguni sitið sum ríkisyvirhøvur longri enn hon.

Tað er í sambandi við 70 ára degnum, at drotningin ger greitt, at Camilla skal verða drotning eftir henni.

– Tá sonur mín Charles ein dagin verður kongur, veit eg, at tit fara at geva honum og konu hansara, Camilla, sama stuðul, sum tit hava givið mær, segði hon í fráboðan leygardagin.

[object Object]Camilla Parker Bowles, hertogafrúa av Cornwall (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

60 Leygardagur 12. februar 2022

Pence: Skeivt av Trump at royna at broyta valúrslitið

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin finst at fyrrverandi forsetanum

Mike Pence var varaforseti undir Donald Trump í tíðarskeiðnum januar 2017 - januar 2021 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskifti endurtók fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, at varaforseti hansara, Mike Pence, hevði kunnað "broytt" úrslitið av forsetavalinum í 2020.

Men í røðu í Florida fríggjadagin segði Pence, at tað var skeivt av Trump at halda, at hann hevði kunnað broytt nakað.

– Trump tekur feil. Eg hevði ongan rætt at broyta valúrslitið.

– Tað er amerikanska fólkið og bert amerikanska fólkið, sum eigur forsetaembætið. Og heilt erligt, so er einki meira óamerikanskt enn tankin um, at ein og hvør kann velja amerikanska forsetan, segði hann sambært Ritzau.

Mike Pence kallaði eisini 6. januar 2021 fyri "ein dapran dag". Tað var dagurin, har hundraðtals viðhaldsfólk hjá Donald Trump trokaðu seg inn í kongressbygningin fyri at royna at forða fyri, at Joe Biden skuldi vera endaliga góðkendur sum vinnari av forsetavalinum í 2020.

Trump hevði á sosiala miðlinum Twitter sátt iva um, hvør veruligi vinnarin av forsetavalinum var, og hevði hann eisini roynt at trýst varaforsetan til at avvísa valúrslitið, men hesum noktaði Pence, tí tað hevði hann ikki heimild til, segði hann.

Undir ófriðinum noyddust Mike Pence saman við teimum fólkavaldu umboðunum í Senatinum og Umboðsmannatinginum at verða flutt úr bygninginum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

61 Leygardagur 12. februar 2022

Ítróttafagnaðurin 2021

Farna leygarkvøld fagnaði ÍSF tey, sum hava heiður uppibornan fyri teirra íkast til ítróttina í 2021

 
SkrivaÐ:

.

Tiltakið ÍtróttaFagnaðurin fór fram á Hilton Garden Inn hotellinum í Havn.

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

[object Object]

ÍtróttaNAVNIÐ 2021 
er Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Hini tilnevndu vóru Hávardur Vatnhamar, paratletur, og Sverri Sandberg Nielsen, olympiskur rógvari.

Elias Ellefsen á Skipagøtu kundi ikki sjálvur taka ímóti heiðurslønini - hann var upptikin av steypafinalu í Svøríki, sum hann vann saman við felagið sínum, Säfehof uttan fyri Göteborg.

Pápin, Jens á Skipagøtu, venjari og fyrrverandi málverji hjá H71, tók ímóti 

[object Object]Jens á Skipagøtu og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

[object Object]Svanna Hanusardóttir, limur í nevndini Úrval hjá ÍSF saman við ársins stjørnuskoti

STJØRNUSKOTIÐ 2021 
gjørdist ungi svimjarin úr Havnar Svimjifelag, Elisabeth Erlendsdóttir. Í tilnevningini stóð millum annað, at Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

Hini tilnevndu vóru Jana Mittún, H71, og Filip Ilic, ÍF flogbóltur.

[object Object]Heðin Motensen, borgarstjóri og fyrrverandi ÍSF-forseti saman við ársins ítróttafyrimynd

FYRIMYNDIN 2021 
er Brynjar Poulsen, sum er høvuðsvenjari í Royn í Hvalba, og nýtir nógva tíð til at venja liðini í felagnum. Tað ger hann, hóast hann er føddur við breki og er partvíst lammaður í aðrari síðuni.

Saman við Brynjari Poulsen vóru Poula Dulavík Berg, StÍF og venjara parið hjá Badmintonsambandi Føroya, Guðrun Jacobsen og Bjørg Djurhuus, tilnevnd.

[object Object]
Jenis av Rana, landsstýrismaður við ítróttamálum, saman við Allan Smedemark, umboð fyri TB

ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 
er Fótbóltsskúlin við Stórá, ið TB skipar fyri. Á hvørjum ári savnast ungdómar úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági, har dentur verður lagdur á, at hvør einstakur leikari skal fáa avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini SummarCup, sum B36 skipar fyri í Havn og Virkin Vágur, sum er rørslu átak, sum Vágs Kommuna stendur fyri.

[object Object]Heini Hátún, formaður í Styrkisambandi Føroya, saman við Ivani Niclasen, kringvarpsstjóra

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021 
er Styrkisamband Føroya. Endamálið við at heiðra felagskapin er at seta sjóneykuna á stóra arbeiðið, ið verður gjørt í sersambondum og -feløgum kring landið.

Í grundgevingini stóð, at Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desember 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki. Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum.

Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið.

Í uppskoti til ÍtróttaFelagsskapin 2021 vóru eisini EB/Streymur og Róðrafelagið NSÍ.

[object Object]Jákup Mortensen fær handað Heiðursskjal Poul E. Petersens frá Elini H. Joensen, ÍSF-forseta

Heiðursskjal Poul E. Petersen 
varð latið Jákup Mortensen. Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis: Jákup Mortensen hevur í hálva øld havt ósigandi týdning fyri menningina av barna- og ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ – líka frá byrjan og til dagin í dag, so felagið nú telist millum tey størstu, fremstu og best riknu í landinum.

Tíðliga og seint hevur hann verið har fyri spælararnar og felagið, og eingin uppgáva var ov lítil til, at hann fegin tók hana á seg. Heldur ikki hevur hann bert havt eyga fyri teimum elstu ella teimum bestu, tí sjálvt tey yngstu hava kent hansara hita og bankandi hjarta. Ei undur í, at ikki so fáir NSÍ-arar – yngri sum eldri – lýsa hann sum eitt slag av einum eyka pápa, so góður var hann við teir og so væl tók hann sær av teimum.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Jákup Mortensen gullnál ÍSF.

[object Object]

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu Átakið og Felagsskapin 15.000 krónur í part.

Navnið, Stjørnuskotið og Fyrimyndin fingu 5.000 krónur í part.

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

62 Leygardagur 12. februar 2022

H71-kvinnurnar í evropeiska eldin aftur sunnudagin

Fyrra fjórðingsfinalan verður á útivølli í Ukreina. Sunnudagin í næstu viku er Høllin á Hálsi karmur um seinnu fjórðingsfinaluna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 13. februar og sunnudagin 20. februar spæla H71-kvinnur aftur European Cup.

H71-kvinnur eru nú millum seinastu átta liðini í European Cup hjá kvinnum. Sunnudag klokkan 12, føroyska tíð, møta tær ukrainsku HC Galychanka Lviv á útivølli í Lviv. Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar klokkan 20.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er fyrstu ferð at kvinnurnar úr Hoyvík luttaka í evropeiskari kapping, meðan ukrainska liðið hevur luttikið heili 21 ferðir. Fyrstu ferð í 1993.

Tvær ferðir hevur liðið rokkið hálvfinalurnar. Liðið liggur í løtuni greitt á odda í ukrainsku kappingini, og hevur liðið eisini fleiri ukrainskar landsliðsleikarar.

[object Object]Frøi á hoyvíkskvinnum tá H71 vann seinna dystin ímóti serbiska Naisa Nis í áttandapartsfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Vegurin til fjórðingsfinalurnar

Annað umfar

WHC Cair-Skopje - H71 53-78
16. oktober 2021 26-43
17. oktober 2021 27-35

Triðja umfar

SONO Eagles - H71 57-65
20. november 2021 26-36
21. november 2021 31-29

Áttandapartsfinalan

ZRK Naisa Nis - H71 64-69
9. januar 2022 38-39
15. januar 2022 26-30

Fjórðingsfinalan

HC Galychanka Lviv - H71
13. februar 2022
20. februar 2022


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

63 Leygardagur 12. februar 2022

Elias er svenskur steypavinnari

Hetta er greitt, eftir at Sävehof leygardagin spældi javnleik í seinnu finaluni móti Lugi - tí fyrru vunnu Sävehof við sjey málum. Elias Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti og kosin besti leikari. Hann endaði tó dystin við at fáa beinleiðis reytt kort

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð valdur til besta leikara í finaluni (Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað snúði seg um at fáa tað staðfest og gjørt liðugt leygardagin hjá svensku meistarunum, tá Lugi vitjaði í Partille Arena. IK Sävehof hevði vunnið fyrra finaludystin í svensku steypakappingini, sum var á útivølli. Tá varð úrslitið 30-37.

Í steðginum leygardagin hevði heimaliðið eina fýra-máls leiðslu, og tískil tyktist eingin ivi longur verða um, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir fóru at gerast svenskir steypavinnarar.

Elias, ið skoraði sjey mál í Lugi síðsta mikukvøld, spældu aftur væl leygardagin. Hann gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við seks málum upp á 40 minuttir, og varð kosin besti leikari hjá heimaliðnum. Tað ávirkaði harvið ikki nakað, at hann í seinna hálveiki fekk beinleiðis reytt kort, fyri at taka í armin á mótstøðuleikara, ið var í skotstøðu.

Dysturin endaði 27-27, og harvið vann liðið úr Partille 64-57 samanlagt, og teir í gulum og svørtum kundu fegnast aftaná og lyfta steypið. Nú verða eyguni vend móti landskappingini aftur, har Sävehof er oddalið.

19-ára gamli føroyingurin hevur nú roynt at vunnið bæði svenska meistaraheiti og svensku steypakappingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

64 Leygardagur 12. februar 2022

Steypafinalan hjá kvinnum flutt ein mánaða

Hetta er av tí, at H71, ið spældi seg í finaluna í vikuni, skal spæla evropeiska fjórðingsfinalu í morgin. Finalan verður spæld leygardagin 19. mars

Eftir finalusigurin í fjør. H71-kvinnurnar skulu 19. mars royna at endurvinna steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá bólkaspælið var, bar ikki til at flyta nakrar dystir orsakað av nógvum koronutilburðum í nøkrum feløgum, tí at finalurnar skuldu spælast 19. februar, og bólkaspælið harvið ikki skuldi leingjast.

Team Klaksvík spældi ikki síðsta umfar, tí so nógvir koronatilburðir vóru í hópinum. Hjá kvinnum kom Neistin víðari uttan at vinna nakran dyst - hetta tí at EB og VB ikki fingu stilla lið til ásettu dagfestingarnar.

Nú er støðan tó ein onnur. H71-kvinnurnar hava verið eitt frálíkt umboð fyri føroyskan hondbólt í EHF European League hetta kappingarárið. H71 hevur spælt seg víðari tríggjar ferðir, og skal í morgin spæla fyrru fjórðingsfinaluna í ukreinska býnum Lviv - seinni dysturin verður í Føroyum 20. februar.

Tað er ikki eydnast at flyta hendan seinna dystin, og av teirri orsøk - og tí at hoyvíkskvinnur nú hava spælt seg í finaluna - so er steypafinalan útsett.

Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at spælt verður um steypið 19. mars; tað vil siga júst ein mánaða eftir ásettu dagfestingina og ein mánaða eftir mansfinaluna. Harvið spæla kvinnurnar og menninir ikki steypafinalu sama dag hesaferð, og hetta er fyrstu ferð, síðani farið varð undir steypakappingar í 1985.

H71 tapti tepurt á Neistanum í seinnu hálvfinaluni, sum var í Hoyvík mikukvøldið. Hetta hevði tó onga ávirkan á samlaða úrslitið, uttan tað at H71 vann við einum máli færri. Liðið hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher vann samanlagt 54-47, og er í finaluni triðja árið á rað. H71 vann steypagull í 2020 og 2021 - í báðum førum var talan um heilt tættar finalur.

Sunnudagin verður greitt, um tað verður Stjørnan ella Kyndil, sum skal spæla móti H71 í steypafinaluni 19. mars. Kyndilskvinnur vunnu við einum máli í fyrra dystinum, sum var í Høllini á Hálsi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

65 Leygardagur 12. februar 2022

Annika Fríðheim Petersen til bestu donsku deildina

Føroyski landsliðsmálverjin hevur skrivað undir við Nykøbing Falster håndbold

Annika Fríðheim Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska landsliðsmálverjin, 22 ára gamla Annika Fríðheim Petersen, varð mánadagin  kunngjørd sum nýggjur leikari hjá Nykøbing Falster Håndbold. Eitt felag sum liggur ovarligar í fremstu donsku deildini.

Fyrrverandi H71-málverjin hevur annars spælt við íslendska flagnum Haukar seinasta kappingár, og hevur gjørt tað gott. Annika Fríðheim Petersen hevur verið millum bestu málverjarnar í Íslandi í ár.

Gongst eftir ætlan, verður hoyvíkingurin við í hópinum til næsta dyst hjá Nykøbing Falster, tá liðið mikudagin á heimavølli tekur ímóti Viborg.

[object Object]Annika Fríðheim Petersen kunngjørd í felagnum í dag (Mynd: NFH)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

66 Leygardagur 12. februar 2022

Hákun Edmundsson flytir vestur

Hákun Edmundsson, sum spældi við B36 í fjør, hevur skrivað undir avtalu við 07 Vestur. Hann hevur vant við hópinum seinastu vikurnar, og hevur eisini spælt venjingardystirnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Søgurnar fóru sjálvandi at ganga eftir venjingardystin móti AB, har Hákun spældi við. Hann sannførdi eisini venjaran, Michael Schønberg, og skrivaði síðan undir sáttmála áðrenn dystin móti barndómsfelagnum B68, síðsta mikukvøld.

25-ára gamli miðvallarin hevur longu roynt seg í fleiri feløgum, eisini í Danmark við Vendsyssel, har hann fekk nakrar dystir á besta liðinum, og seinast í B36. Hann hevur spælt 120 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar ungdómslandsdystir við í fleiri aldursstigum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

67 Leygardagur 12. februar 2022

Danskur verjuspælari heldur fram í B36

Lukas S. Enevoldsen verður eisini partur av B36 í 2022

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lukas S. Enevoldsen og B36 hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum knýtir sterka miðverjan at B36 í 2022.

Danin kom til felagið í fjør, og sæð burtur frá onkrum smærri skaðasteðgi, var krútsterki danin fastur partur av miðverjuni hjá teimum hvítu í Gundadali, sum endaðu nummar fimm í landskappingini, men sum vunnu steypakappingina.

[object Object]Frøi á Tórsvølli í desember (Mynd: Sverri Egholm)

- Fyri okkum í B36 eru hetta gleðilig tíðindi. Lukas er sum spælari ein typa, sum setir krøv til bæði seg sjálvan og onnur, og soleiðis er hann støðugt við at gera bæði seg sjálvan og viðspælarar enn betri, sigur felagið.

Landskappingin í fótbólti byrjar um ein lítlan mánað. B36 spælir fyrsta dystin sunnudagin 6. mars, tá toftamenn koma á vitjan í Gundadali.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

68 Leygardagur 12. februar 2022

Julia Naomi til AaB

21-ára gamla tvørakvinnan heldur fram í bestu donsku deildini - nú fer landsliðsmiðvallarin tó at hava heimstað í Aalborg og ikki Aarhus

Julia Naomi Mortensen hevur spælt 16 A-landsdystir, og seinasta hálva árið hevur hon knýtt at AGF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

AaB Kvinde Elitefodbold kunnger í dag hetta á síðu sínari:

- Hópurin er nú styrtkur við 21 ára gamla føroyskalandsliðsleikaranum, Julia Naomi Mortensen. Hon kemur til AaB, eftir at hava spælt fyri AGF. Og tað er hennara kunnleiki til og royndir í donskum fótbólti, saman við hennara altjóða royndum frá landsliðnum, ið hava gjørt, at vit hava valt at knýtt Juliu til AaB.

Julia Naomi flutti til Aarhus og fór at spæla við AGF í fjør summar. Hon gjørdi beinanvegin vart við seg og skoraði í fyrsta dystinum og stutt eftir tað á útivølli móti Brøndby.

Í heyst gjørdist ikki talan um so nógva spælitíð, og landsliðsleikarin hevði eisini skað at dragast við.

Nú fer Julia Naomi Mortensen at royna seg í øðrum felagi í Gjensidige Kvindeligaen. AaB lýsir sín nýggja leikara á hendan hátt: 

- Julia er ein tekniskt dugnaligur leikari við einum góðum yvirliti yvir spæli. Hon er sterk í alveringsspælinum, rólig á bóltinum og kann sæla sum kantur ella bakkur 

Julia Naomi Mortensen er skrásett fyri tólv dystir og trý mál á besta liðnum hjá AGF. Sum vaksnamannaleikari í Føroyum umboðaði hon HB. Tvørakvinnan hevur spælt 16 A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

69 Leygardagur 12. februar 2022

Senegal skrivaði søgu

Við brotssparki frá Sadio Mané varð AFCON-finalan avgjørd sunnudagin. Einki mál kom í vanligu leiktíðini, har Mané brendi brotsspark, ella í longdu leiktíðini. Senegal tryggjaði sær sítt fyrsta afrikanska meistaraheiti við at basa Egyptalandi, ið hevur vunnið kappingina flest ferðir

Ikki óvæntað gjørdist Liverpool-leikarin Sadio Mané ein høvuðspersónur í finaluni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gekk ikki í triðju royndini hjá Egyptalandi. Stóra norðurafrikanska landið hevur stolta vinnarasiðvenju í AFCON, og hevði vunnið tvær brotssparkskappingar, umframt ein dysti í longdari leiktíð, fyri at koma í ársins finaluni. 

Hjá Senegal eydnaðist tað, tá roynt varð fyri triðju ferð. Í 2002, tá liðið eisini hugtók til HM-endaspælið í Japan og Suðurkorea, tapti Sengal fyri Kameroon, tá landið fyri fyrstu ferð var í einari AFCON-finalu, og fyri trimum árum síðani var Algeria omaná í finaluni.

Hesaferð fingu Sadio Mané og hinir hálað sigurin og steypið við heim. Tað byrjaði tó illa á leikvøllinum í Olembé-býarpartinum í kamerunska høvuðssðanum, Yaoundé, tí júst Mané misnýtti brotsspark í sjeynda minutti - Gabaski, ið hevur verið ein brotssparkshetja hjá Egyptalandi, hevði lisið hann. 

Tað var annars Senegal, ið var omaná í dystinum, men upplagdir málmøguleikar vóru ikki nógvir av.

Einki mál kom, fyrrenn byrjað var at skjóta í brotssparkskappingini: Senegal kom á odda 2-1, síðani brendi bæði liðini, áðrenn Hamdy javnaði til 2-2. Liðið hjá Aliou Cissé kom betri frá fjórða umfari, og so við støðuni 3-2 kundi 29-ára gamli Mané avgera finaluna.

Hesaferð var Liverpool-kanturin ísakaldur, og hann kundi fegnast saman við millum annað Chelsea-málverjananum Edouard Mendy, ið hevði hildið málið reint og bjargað einum brotssparki, og løtu seinni kundi verjuovastin og liðformaðurin, ið til dagliga spælir í Napoli, Koulibaly, lyfta steypið.

Liverpool-leikarin, Mohammed Salah, slapp ikki at skjóta - hann skuldi vera skjútti nummar fimm hjá Egyptalandi, ið hevur vunnið kappingina sjey ferðir.

Hjá Sengal eydnaðist tað í kapping nummar 33 av slagnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2022

70 Leygardagur 12. februar 2022

Ein nýggjur finalistur skal finnast

Tað er slett ikki óhugsandi, at Dráttur kann taka plássið, men tað er í øllum førum greitt, at bara annar av finalistunum frá í fjør verður í finaluni í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Kvinnuflogbóltur, steypakapping: Í fjør var kvinnufinalan í steypakappingini eitt slag um Vágar. Tað verður tað ikki í ár, tí vágaliðini bæði bresta saman í seinnu hálvfinaluni í dag.

Skulu vit taka kjansin og spáða um, hvørji lið koma í steypafinaluna hjá kvinnum, so liggur tað til at tað vera SÍ og Fleyr.

Ikki tí, Dráttur og SÍ spæla ofta øgiliga javnar dystir, og tí er slett ikki óhugsandi, at Dráttur kann taka plássið, men tað er í øllum førum greitt, at bara annar av finalistunum frá í fjør verður í finaluni í ár.

Orsøkin til tað er einføld, finalistarnir frá í fjør bresta saman í seinnu hálvfinaluni leygardagin.

Fleyr tykist omaná
Tað eru tvey lið, sum ikki hava serliga stoltar steypatraditiónir, sum bresta saman í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnum seinnapartin leygardagin.

Gaman í hevur Fleyr verið í finaluni fimm ferðir, og vunnið tvær ferðir, men KÍF hevur tapt tær báðar finalurnar, sum liðið hevur verið í.

Harafturat er tað eru tað fimm ár síðan, at KÍF var í síni seinnu finalu og 15 síðan liðið fyrstu ferð var í finaluni. Legg so afturat, at KÍF er rímiliga langt aftanfyri Fleyr í landskappingini, og so fært tú samanlagt tað burturúr, at Fleyr er favorittur til annað plássið í finaluni.

Fleyr hevur eisini royndar spælarar á vøllinum, bæði tá tað kemur til lið og landslið, og eisini tí er sannlíkt, at eldra – og størra – flogbóltsfelagið í høvuðsstaðarkommununi verður omaná, tá hálvfinalan er liðug.

Annað – ikki bæði
Tað er einki at taka seg aftur í, at Vágar hava verið heilt har frammi í flogbólti seinastu nógvu árini.

Vágar eru býttar soleiðis upp, at í Sørvági hava tey bæði kvinnu- og mansflogbólt, í Miðvági og Sandavági hava tey kvinnuflogbólt burturav. Felags er, at liðini hava klárað seg væl í kappingunum, tó við SÍ, sum tað felagið, sum gongur undan.

Í fjør spældu hesi bæði liðini eina spennandi steypafinalu, har tað leingi sá út til, at Dráttur skuldi vinna. Men so raknaði SÍ við og vendi dystinum frá einum hóttandi tapi til 3-2 sigur.

Fyrru ferð liðini spældu í ár endaði tað eisini 3-2 til SÍ, men seinnu ferðina var talan um ein greiðari sigur. Og akkurát tí er spennandi at síggja, hvussu leikur fer í morgin. Tí vit vita, at Dráttur hevur serligar orsøkir til at stríðast eyka nógv, tá tað er SÍ sum stendur hinumegin.

Tað er jú oddasessurin í Vágum, sum stendur upp á spæl, og við fleiri fyrrverandi spælarum úr SÍ í hópinum hevur Dráttur enn fleiri orsøkir til at spíla seg meira út.

Hyggja vit tó eftir stigatalvuni, so hava sørvágskvinnur tann fyrimun, sum ger, at vit siga, at tær eru favorittar til seinna finaluplássið hesaferð.

Hálvfinalurnar hjá kvinnumverða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag:
Kl. 13.00 Fleyr – KÍF
Kl. 17.00 SÍ – Dráttur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

71 Leygardagur 12. februar 2022

Tað kundi bent á Mjølnir og ÍF

Stigatalvan í landskappingini gevur ábendingar um, hvørji lið eru tey sterkastu í ár, og skal tað brúkast sum grundarlag, so liggur tað til eina steypafinalu millum tey norðastu liðini í deildini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Mansflogbóltur, steypakapping: Stigatalvan í landskappingini gevur ábendingar um, hvørji lið eru tey sterkastu í ár, og skal tað brúkast sum grundarlag, so liggur tað til eina steypafinalu millum tey norðastu liðini í deildini

Tað er ikki altíð so lætt at spáa um, tá so nógv stendur upp á spæl í einum dysti sum steypafinalan.

Tí ber heldur ikki til at siga nakað við vissu, áðrenn hálvfinalurnar báðar eru leiktar í Klaksvík í dag, men skulu vit kortini koma við einari meting, so hava vit eitt gott mið at hyggja eftir. Tað er landskappingin og har er eingin ivi. Har er Mjølnir langt fremst, og við tí styrki, sum Mjølnir hevur, er nærliggjandi at hugsa, at Mjølnir verður annað liðið í finaluni.

ÍF hevur takið á Fleyr
Taka vit ta fyrru hálvfinaluna, sum er millum ÍF og Fleyr, fyrst, so er her talan um tvey lið, sum í mangar mátar eru rættiliga jøvn.

Fuglfirðingar hava tó tær størru traditiónirnar, tá tað kemur til steypakappingar, og hevur seinnu árini í nógvar mátar verið stinnari enn Fleyr, og tað kann hava sítt at siga, tá talan er um at alt skal avgerast í einum dysti.

ÍF hevur eitt sterkt lið, sum í løtuni liggur á øðrum plássi í landskappingini saman við sørvingum, og so hava fuglfirðingar eisini tann eginleikan, at teir duga at seta seg upp til hesar einstøku avgerandi dystirnar. Tað sóu vit í steypafinaluni í fjør, tá ÍF vann á Mjølnir, hóast klaksvíkingar vóru favorittar.

Legg tað afturat, at ÍF hevur verið í rættiliga nógvum steypafinalum, so teir vita, hvat tað snýr seg um.

Hóast Fleyr ikki hevur so drúgvar royndir, tá tað snýr seg um FM og steypakappingar, so er framvegis talan um eitt gott lið við góðari manning, og tí kann væl vera, at havnarmenn hava eydnuna við sær móti ÍF.

Higartil hava liðini bara spælt ein dyst móti hvørjum øðrum í landskappingini í ár, og tá vann ÍF, men fyri tað kann Fleyr saktans gera ein vørr í Klaksvík.

Okkurt serligt skal henda
Hyggja vit eftir úrslitunum hjá verandi føroyameistarum úr Klaksvík í innleiðandi dystunum í steypakappini, so vóru tey úrslitini rættiliga greið. Mjølnir vann báðar dystirnar við trimum settum móti ongum. Gaman í var tann eini dysturin móti b-liðnum hjá Mjølnir, og har eigur at vera stórur munur, men eisini sigurin í dystinum móti Fleyr var so greiður, at tað lýsir millum Mjølnir og hini liðini væl.

Tá tað er sagt, so er tað SÍ, sum Mjølnir skal spæla ímóti í sínari hálvfinalu, og tá kann alt henda, sjálvt um tað verður spælt í Klaksvík.

Sørvingar liggja á øðrum plássi í landskappingini, saman við ÍF, sum SÍ tapti ímóti í innleiðandi steypakappingini. Men har er tað so aftur tað, at her er talan um ein serligan dyst, sum gevur atgond til størsta dyst á árinum, steypafinaluna, og akkurát her hava sørvingar heilt serligar royndir í mun til Mjølnir.

Samanumtikið er tó ov nógv, sum talar fyri, at tað verður Mjølnir, sum dregur tað longra stráðið í seinna hálvfinaludystinum hjá monnum.

Hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar soleiðis:
Kl. 15.00 ÍF – Fleyr
Kl. 19.00 Mjølnir – SÍ

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

72 Leygardagur 12. februar 2022

Flogbóltsdrama í Klaksvík

ÍF vann sunnudagin á oddaliðnum Mjølni í 5-settara í Føroya Tele-deildini hjá monnum

Mjølnir-ÍF 2-3 (25-16, 20-25, 25-19, 22-25, 14-16)
SkrivaÐ:

Innsent

Flogbóltskappingin hevur verið meint rakt av koronu seinastu vikurnar, og hópin av dystum eru útsettir, men í Klaksvík eydnaðist sunnudagin at fáa dystin millum oddaliðið Mjølnir og ÍF avgreiddan – og tað var vorðið sum dystur, sum skuldi út í fimm sett, áðrenn avgerðin fall.

Lítið bendi tó á slíkt drama, eftir at Mjølnir hevði vundið burturúr ÍF í fyrsta setti, sum endaði 25-16, men tað var eitt hamskift ÍF-lið, sum fór á vøllin í øðrum setti, og skjótt legði seg framum, og við støðuna 15-9 tóktist ÍF hava settið í pottinum.

Men brátt var leiðslan svunnin, eftir at Mjølnir hevði bart seg frá 9-15 upp á 18-19 og 20-21. Men tá mest stóð á, bragdaði aftur hjá ÍF, sum vann næstu fýra bóltarnar og settið 25-10.

Í triðja setti gekk javnt til 7-7, men so dró Mjølnir frá og vann trygt 25-19.

ÍF kom tó fyri seg aftur í fjórða setti, har liðini skiftust um at vera á odda, og javnt var við 6-6, 9-9, 13-13, 18-18 og 20-20, tá ÍF fór tvey stig framum og vann settið 25-22 við einum lobbara frá Arthuri D. Poulsen.

Javnbrótarin var ikki fyri veikar sálir! Bert einaferð var meir enn eitt stig á muni, og soleiðis gekk til 12-12, tá ÍF fyri fyri fyrstu síðan støðuna 3-1, legði seg á odda 13-12. ÍF hevði dystarbólt við 14-13, men servan fór út av vøllinum. Tað sama fór næsta servan hjá Mjølni, so so hevði ÍF aftur dystarbólt við støðuna 15-14 . Drøn-servan legði trýst á móttøkuna hjá Mjølni, og so smashaði Vukasin Nedeljkovic sigurin til Fuglafjarðar.

Mjølnir er framvegis trygt á odda í Føroya Tele-deildini við 20 stigum fyri 8 dystir. ÍF og SÍ eru jøvn við 16 stigum fyri 9 dystir. Fleyr er nummar fýra við 11 stigum fyri 7 dystir. Aftast er Ternan við ongum stigi.

Nummar eitt og tvey spæla FM-finalur fyrst í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

73 Leygardagur 12. februar 2022

Vektlyfting: Føroyar skipa fyri NM 2024 og hava fingið norðurlendskan limaskap

Føroyskir vektlyftarar, sum síðsta árið hava fingið sera góð úrslit við kappingar í Danmark og eru í stórari framgongd, fara tí frameftir at luttaka í norðurlendskum høpi undir Merkinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á eykaaðalfundi í Nordiska Tyngdlyftningsförbundet (NTF) herfyri vóru hini norðurlondini samd um at játta olympiskari vektlyfting í Føroyum endaligan limaskap í NTF við fullum atkvøðurætti.

Føroyskir vektlyftarar, sum síðsta árið hava fingið sera góð úrslit við kappingar í Danmark og eru í stórari framgongd, fara tí frameftir at luttaka í norðurlendskum høpi undir Merkinum.

Við føroyskum limaskapi kunnu Føroyuar skipa fyri norðurlendskum meistarastevnum, og samtykt bleiv, at NM 2024 verður í Føroyum við luttøku av eini 60 av bestu norðurlendsku lyftarunum.

NM í ár verður í Finlandi, og venjarin Frank Petersen væntar at kunna almannakunngera fyrstu úttøkurnar aftan á DM, sum verður 14. mai. Í 2026 skipa Føroyar fyri NM fyri ung.

Vektlyfting í Føroyum er skipað undir Føroya Styrkisambandi, FSS, saman við styrkilyfting, kúlulyfting og krossfitt. FM í vektlyfting verður 19. mars og í styrkilyfting 28. mai.

Norðurlond gjørdu eisini av, at NTF broytir navn til Nordic Weightlifting Federation (NW), og búmerkið verður broytt, so tað avspeglar nýggja heitið, og at Føroyar nú eru við.

[object Object]
Búmerkið hjá NTF

Føroyum varð játtað prinsipiellan limaskap fyri ársskiftið, men avgjørt bleiv tá at taka endaliga støðu fyrst í hesum árinum. Tað bleiv gjørt fyrradagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

74 Leygardagur 12. februar 2022

Sørvingar eru óførir svimjarar

Fleiri enn 1.000 fólk hava klára royndina at svimja 200 metrar uttan íhald. Í Sørvági eru tey serliga røsk at svimja

(Mynd: Svimjing.com)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú fleiri enn 1.000 fólk hava prógvað seg sum svimjarar, við at klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól, so er tað merkisvert at 100 av hesum gjørdu tað í svimjihøllini í Sørvági. 

Bæði tí at tað er 10 prosent av øllum sum kláraðu royndina, og hartil eini 8 prosent av øllum íbúgvum í Sørvágs kommunu.

Eitt annað merkisvert tal er, at allir næmingarnir, sum ganga í fimtaflokki í Sørvágs skúla, hava klárað hesar 200.

- Tað er tann árgangur sum vit plaga at spyrja um svimjihug- og førleika, tá ið tann kanningin er, og har tað í 2018 vóru bara 43,3 prosent av øllum næmingum í Føroyum sum kláraðu hetta sama, skrivar svimjing.com.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

75 Leygardagur 12. februar 2022

Vágamenn stavnin undan

Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin

Sandavágs Talvfelag á odda. F.v. Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Saman við Torkil Nielsen manna teir FM-liðið hjá vágamonnum.
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig fram um A-liðið hjá havnarmonnum.

Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.

Fóru við øllum
Vágamenn gjørdu bart á Finsen farna vikuskiftið. Tá tríggir tímar vóru farnir, sást framvegis ikki, hvønn veg tað bar í dystinum millum Havnina B og Sandavág. Tað bylgdist aftur og fram á øllum fýra borðum.

Men væl líður eftir hjá sandavágsmonnum. Eitt lítið kvink her, eitt annað har, stigvíst verður akkumulerað, teir kýta seg nærlagdir, tíðin er knøpp hjá summum, tað ríður um snarið, kann fara báðar vegir, flutt verður í skundi, bæði á hesum og hasum borðinum gjálvar, lítið er út at geva, men tá ið krútroykurin hevur lagt seg, hava allir vunnið. 4-0 til føroyameistarnar móti liðnum, sum leingi hevur verið á triðja plássi í kappingini.

A-liðið hjá Havnini vann 3½-½ á Klaksvík B. Obligatoriska mannfallið hjá havnarmonnum - hesaferð høvdu Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson forfall - gav Hjalta Toftum Jógvanson møguleikan á fjórða borði. Hann loysti uppgávuna upp á stás. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vunnu á fremru borðunum, men á triðja borði endaði javnt millum Luitjen Akselsson Apol og Ingolf Gaard.

Spenningur er nú í botnstríðnum millum Vestmanna og Klaksvík B. Vestmenningar eru farnir at rakna við, og hava nú fingið Klaksvík B aftur. Eftir góða dystin móti oddaliðnum úr Sandavági í sætta umfari, fingu klaksvíkingar harða mótstøðu. Eitt nú vann Jákup á Rógvi á Ólavi Simonsen á 1. borði, men dystin vunnu klaksvíkingar kortini tepurt.

Samanumtikið er at siga, at stórur spenningur valdar bæði í toppi og botni í fremstu deildini, nú trý umfør eru eftir.

7. umfar - 1. deild

[object Object]

Støðan í 1. deild eftir 7. umfør

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

76 Leygardagur 12. februar 2022

Nú skal meistarin í pool aftur finnast

Annað árið á rað skipar ítróttabarrin Landskrona í Havn fyri føroyameistarakapping pool. Týskvøldið verður kappingin sett í gongd

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað eftir, hvussu nógvir luttakarar eru.

Dystir verða skipaðir vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.

Í fjør var hægsta mark 25 persónar, og 25 luttakarar endaðu við at kappast um meistaraheitið.

Komandi týskvøld 15. februar kl 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, reglurnar verða kunngjørdar, trekt verður lut um bólkar, og væntandi fara fyrstu dystirnir í meistaradeildini at verða leiktir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2022

77 Leygardagur 12. februar 2022

Ukaleq fekk aftur fult hús

Rakti øll skotini í 7,5 kilometra skíðskjóting – men ferðin í skíðrenningini rakk bert til 65. plássið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendski skíðskjúttin Ukaleq Slettemark fekk aftur fult hús á olympisku skíðskjótibreytini fríggjadagin. Men ferðin á 7,5 kilometra langa skíðsporinum var ikki nóg skjót til, at hon megnaði at koma við í sokallaða jaktstartin sunnudagin.

Men tað var ein ovurfegin og errin grønlendsk kvinna, sum kom á mál. Hon megnaði enn einaferð at raka øll tíggju skotini plett, eins og hon gjørdi á dupulta teininum fyrr í vikuni.

Fyri at sleppa við til jaktstartin skuldi hon gerast millum 60 tær skjótastu, men hon gjørdist nummar 65 og er sostatt liðug í olympisku kappingini á hesum sinni. Har vantaðu 22 sekund í at náa topp-60.

- Eg eri meganøgd. Eg skjeyt perfekt aftur í dag, og eg kendi meg eisini betri úti í sporunum enn hin dagin. Spell, at eg ikki kláraði jagtstartin, men eg kundi ikki gera nakað øðrvísi í dag, segði Slettemark við TV2 eftir kappingina.

Hon megnaði sostatt at raka plett í øllum 30 skotunum til OL, 15 standandi og 15 liggjandi. Tað vóru tað nógvar stórar skíðstjørnur, sum ynsktu henni tillukku við eftir kappingina.

Tí fleiri teirra megnaðu ikki at gera tað. Hinvegin vóru tær nógv skjótari á skíðunum millum skjótingarnar.

Ukalq Slettemark brúkti 23 minuttir og 54,6 sekund í dag, tað var meira enn tríggjar minuttir meira enn norska Marte Røiseland, sum vann gull.

Hon hevur tíðina fyri sær, er bert 20 ára gomul, og hevur lovað, at um fýra ár og eisini um átta ár, skulu úrslitini nokk verða betri..


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2022

78 Leygardagur 12. februar 2022

Rakti øll skotini í fyrstu kappingini

Grønlendska Ukaleq Slettemark skjeyt feilfrítt í síni fyrstu OL-kapping

Ukaleq Slettemark. Myndin er tikin á World Cup kapping í fjør (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ungi grønlendski skíðskjúttin, 20 ára gamla Ukaleq Slettemark, kláraði seg væl í vikuni, tá hon var við í síni fyrstu olympisku kapping.

Hon kappaðist í 15 kilometra teininum, og megnaði at raka øll 20 skotini. Tað var bert ein annar skíðskjútti, sum eisini kláraði tað.

Úti á sporunum gekst tó ikki eins skjótt og tey bestu. Ukaleq Slettemark brúkti tíðina 50 minuttir og 4 sekund, sum gav henni aitt pláss sum nummar 53 av teimum 87, sum vóru við í kappingini.

Denise Herrmann vann framman fyri Anais Chevalier-Bouchet, ið fekk silvur og Marte Olsbu Roeiseland úr Noregi, sum fekk bronsu. 

- Eg eri sera nøgd við at raka 20 ferðir. Tað var feitt, men tað gekk ikki so væl úti á sporinum, segði ein ógvuliga móð Ukaleq Slettemark við Ritzau eftir kappingina.

Ukaleq Slettemark er millum yngstu luttakararnar í OL-kappingini í skíðskjóting.

Grønland hevur somu støðu sum Føroyar í olympiskum samanhangi, og tí luttekur Ukaleq Slettemark sum dani.

Pápi hennara, Øystein Slettemark, hevur eisini luttikið í OL undir donskum flaggi. Tað var í Vancouver í 2010 har eitt 86. pláss var hansara besta.

í 2019 vann Ukaleq Slettemark gull í 10 kilometrum í heimsmeistarakappingini fyri juniorar í Slovakia. Hon býr í Noregi og venur saman við norska ungdómslandsliðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2022

79 Leygardagur 12. februar 2022

Tordu at ganga nýggjar leiðir

Heilsan til Paula og Jastrid, nú tey hava staðið fyri arbeiðinum í Kelduni í 25 ár

Pauli og Jastrid Høj (Mynd: Keldan)
SkrivaÐ:

Innsent

Tá Keldan byrjaði sítt virksemi í 1987, var tað úrslitið av einum gomlum dreymi um at hava eitt stað, har vit kundu savnast um Guds orð alt árið.

Øll árini síðani karismatiska vekingin vaks fram í Føroyum, hevði talan verið um vikuskiftismøti, ið vórðu hildin í skúlum og aðrastaðni í landinum, og síðani 1979 høvdu tjaldmøti eisini verið um summarið.

Møtini vetrarhálvárið lógu ikki í føstum kørmum. Knappliga hoyrdi tú eina kunngerð í Útvarpinum, ella ein lýsing stóð í bløðunum um, at nú vórðu vikuskiftismøti undir heitinum "Kristus er Svarið,” og so fór “maður av húsi”. Tað einasta sum lá fast tey fyrstu nógvu árini var, at á páskum var páskastevna.

Í 1979 varð tjaldið sett upp við Leynavatn, og frá 1980 stóð tað á Gøtueiði. Tá bleiv summarhálvárið meira skipað við møtum hvørt vikuskifti, men um veturin var alt “við tað gamla”. Onkuntíð vóru møti, men aðrar tíðir var einki. Tey, sum gingu til “Kristus er svarið møtini”, vóru í øðrum kirkjum og samkomum, ella ongastaðni, tá hesi møti ikki vóru. Í Klaksvík fingu tey Soli Deo Gloria, og í Hoyvík fóru tey eisini at hava møti hvørt sunnukvøld (tað, sum seinni bleiv Oasan). Í fleiri bygdum vóru eisini húsbólkar.

Tá Keldan byrjaði, fingu vit í Eysturoynni eitt stað, har vit kundu hava møti alt árið. Men innihaldsliga var tað tó í nógvar mátar framhald av tí sama. Eitt elstaráð varð sett til at taka sær av øllum tí praktiska, og hesir skiftust um at skipa fyri møtunum. Teir høvdu ein mánað í part, har teir skuldu skaffa fólk at tala, syngja ella hvat tað annars kundi vera. Møtini bóru tí eitt sindur av dámi av, hvør átti hvønn mánað. Eitt annað eyðkenni fyri hesi møtini var, at tey vóru ikki fyriskipað niður í minstu smálutir. Øll kundu fara upp at vitna, syngja ella hvat tað annars kundi vera.

Ein ungdómsnevnd var, sum tók sær av tí sum nú kallast AWAKE. Har vóru fleiri skiftandi fólk í nevndini, millum annað vóru Pauli og Jastrid har. Pauli vísti tíðliga góð leiðaraevni í hesi nevndini, og hann hevði stórar visjónir fyri, hvussu samkoman átti at virka. Eg minnist, at einaferð varð ein lega hildin, har Pauli legði fram, hvussu hann sá fyri sær, at samkoman kundi verið skipað við einum samskipara. Tað vóru tankar, sum fingu góða móttøku, men tað hendi tó eingin broyting tá. Seinni var aftur ein lega um tað sama, og tá kom broyting í.

Alt hetta endaði við, at Pauli og Jastrid blivu sett sum leiðarapar. Fyri Kelduna var tað eitt stórt framstig, tí nú bleiv Keldan meira ein eind.

Fyri okkum, sum høvdu verið við frá byrjan, kom tað eitt sindur óvart á, at Pauli skuldi blíva samkomuleiðari, tí hann virkaði, í hvussu so er ta fyrstu tíðina, meira smæðin heldur enn ein “leiðaratýpa”. Men hetta er bara enn ein áminning um, at vit verða ikki útvald eftir, hvat onnur halda um okkum.

Eitt, sum eg serliga minnist Jastrid fyri, var, at hon byrjaði at hava lovsang, soleiðis sum vit kenna lovsangin í dag. Áðrenn tað høvdu vit havt vanligan felagssang, men nú skuldu øll standa uppi og syngja lovsangir – ofta somu sangirnar nógvar ferðir. Tað vóru ikki øll sum vóru so glað fyri hetta ta fyrstu tíðina. – Hví syngja tað sama umaftur og umaftur, og hví so leingi hvørja ferðina? Men við tíðini skiltu fólk týdningin av hesum.

Pauli byrjaði skjótt, eftir at tey vóru blivin leiðarar, at tosa um at útbyggja Kelduna, og seinni broyttist tað til at byggja eitt nýtt hús, sum var størri enn tey flestu dugdu at ímynda sær. Hetta virkaði rættiliga ógvusligt, og serliga tá tøl vórðu sett á, hvussu nógv hetta fór at kosta. Men fólk tóku væl ímóti tí, og skjótt merktist eisini, at meira varð givið til arbeiðið.

Og tað steðgaði ikki har. Næsta visjónin, og har var tað serliga Jastrid, sum stóð fyri henni, var at hava egnan skúla. Nú hava vit eisini fingið Bíbliuskúla, og mangt annað kundi eisini verið nevnt. Enn vita vit ikki, hvar hetta endar – ella um tað nakrantíð endar.

Vit kunnu í øllum førum vera takksom fyri, at vit hava fingið leiðarar sum hava stórar visjónir, hava torað at stigið út í tað ókenda, og sum hava dugað at fingið samkomuna at fylgt við.

Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, Jastrid og Pauli, og takk fyri arbeiðið, ið tit higartil hava gjørt. Tit hava verið góðar fyrimyndir, og ynskja vit Guds ríku signing yvir tykkum, tykkara familju og arbeiðið framyvir.

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen, keldan.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

80 Leygardagur 12. februar 2022

Til minnis um Sørin Pram Sørensen

Á kyndilsmessu bórust deyðsboðini av okkara góða vini og starvsfelaga, Sørin Pram Sørensen. Ikki vardi tað okkum, tá ið vit skiltust eftir hugnaløtuna beint fyri jól, at hetta eisini fór at verða seinasti arbeiðsdagurin hjá Sørini

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Starvsfelagarnir í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum

Til minnis um Sørin Pram Sørensen, f. 17. mai 1954, d. 2. februar 2022

Á kyndilsmessu bórust deyðsboðini av okkara góða vini og starvsfelaga, Sørin Pram Sørensen. Ikki vardi tað okkum, tá ið vit skiltust eftir hugnaløtuna beint fyri jól, at hetta eisini fór at verða seinasti arbeiðsdagurin hjá Sørini. Hann varð brádliga raktur av sjúku millum jólanna, og tað gjørdist greitt, at eingin lekidómur var at fáa. Men at tað fór at ganga so skjótt, grunaðu vit ikki.  

Sørin umhugsaði sum ungur at velja sær eina lívsleið innan fornfrøði. Hvat fornfrøðin hevur mist við ikki at fáa Sørin í sín part, er ilt at siga, men vit vita, hvat løgfrøðin vann, tá ið Sørin valdi sær hana.

Sørin byrjaði sum løgfrøðingur í landsstýrinum á Landsskrivsstovuni í 1988 og kom í 2000 í Vinnumálaráðið at arbeiða. Áhugin fyri løgfrøðini fevndi sera víða, og løgfrøðin sum amboð í rættarsamfelagnum lá honum fremst í huga í starvinum. Tað hvílir ein serlig ábyrgd á teimum, sum skriva og fyrisita lóg, og hesa ábyrgdina var Sørin ógvuliga tilvitaður um. Við sínum víðfevnda innliti í ikki bara málsøkini hjá ráðnum, men løgfrøði og lógarverk sum heild, og við sínum væl grundaðu metingum og sjónarmiðum um løgfrøði var Sørin høgt í metum, bæði hjá okkum í ráðnum og í landsfyrisitingini yvirhøvur.

Eitt, sum serliga eyðkendi Sørin, var, at hann hóast sínar drúgvu royndir var so áhugaður og spentur sum ein unglingi, tá ið hann møtti nýggjum avbjóðingum. Mangan flenti hann eftir sær sjálvum og tók til fyrstu reglu í yrkingini hjá Oehlenschläger um Gullhornini: “De higer og søger i gamle Bøger.” Tá hevði hann aftur leitað sær aftur í gamlar lógir og dómar at finna grundgevingar og íblástur til at loysa framtíðaravbjóðingar. Men Sørin læt ikki fortíðina diktera framtíðina. Aftur at tí dyggu vitanini og tí hvassa vitinum brúkti hann síni góðu filosofisku evni, sítt fordómsfría sinni og sínar framúr gávur at lurta. Slíkt nærlagni tekur tíð, men Sørin var eitt arbeiðsgrev, sum ikki spardi seg, men helt á, til rætta loysnin var funnin. Sørin leitaði sær eisini støðugt nýggja vitan, og so seint sum seinasta vár var hann til próvtøku í peningastovnsrætti.

Hóast lítillátin og stillførur, var Sørin skemtiligur vertskapsmaður. Hann var altíð við upp á tað, sum vit funnu uppá, og tí var tað altíð gevandi og stuttligt at vera saman við Sørini uttan fyri vanliga gerandisdagin, eitt nú á summarútferð og til jólaborð og fastalávintshald

Eitt annað, sum eyðkendi Sørin, var, at skrivstovuhurðin altíð stóð opin. Stillisliga tók hann á seg uppgávuna at læra nýggj starvsfólk upp í kunstinum at skriva lóg og viðgera løgfrøði, og vit eru mong, sum skylda Sørini stóra tøkk fyri hesa vegleiðingina. Sørin var eisini altíð fúsur at hjálpa starvsfeløgum við torførum málum, og mangir trupulleikar eru vendir, snaraðir og loystir á norðastu skrivstovuni á ovaru hædd ella í túninum við einum kaffikoppi og einum balli.  

Sørin var upp á allar mátar eitt gott fólk, ein góður vinur og ein kerligur maður. Hann var so fegin um at finna lívsvinin í tær, Sólvá, og hann tosaði ofta um, hvussu góður hann var við teg og tíni børn, teirra makar og barnabørnini. Vit, sum kendu hann, vistu, at Sørin hevði funnið ein frið, sum hann hevði saknað, og hann duldi ikki fyri, at hann frøddist um tykkara lív saman, um samveruna, gerandisdagin og familjuna. 

Sørin var júst farin um fráfaringaraldur, men hevði ongar ætlanir um at gevast at arbeiða í bræði. Vit skemtaðu onkuntíð við, at Sørin fór at arbeiða, til hann fylti 70, og síðani mestur at halda fram sum serligur ráðgevi. Men so skuldi ikki verða. Vit kunnu bara sanna, at eingin kennir dagin og tíman. 

Saknurin er stórur hjá okkum í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum hava mist ein góðan vin og hollan starvsfelaga. Størstur er saknurin kortini hjá tær, Sólvá, og børnum, barnabørnum og systkjum við familju. Vit ynskja tykkum allan ugga og linna í sorgini.  

Við hesum fáu orðum takka vit fyri tað, okkum untist at hava saman við Sørini, og lýsa frið yvir hansara minni. 

Har ljós brenna fá undir lágari lon,

sæst gjølla, tá eitt av teim sloknar – 

(J.H.O. Djurhuus) 

Starvsfelagarnir í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2022

81 Leygardagur 12. februar 2022

Til minnis um Hákun Mortensen

Takk fyri allan lærdóm og kærleika. Hákun Mortensen, rør og blikksmiður, úr Havn, andaðist á Landsjúkrahúsinum 4. februar

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kiran Jóanesarson

4. februar andaðist Hákun Mortensen, abbi, á Landsjúkrahúsinum, 90 ára gamal.

Abbi vaks upp í Grím Kambansgøtu í Havn og var næstyngstur av heili 12 systkjum. Teir vóru níggju beiggjar og tríggjar systrar.

Abbi fór sum einans 13 ára gamal í læru sum blikksmiðjur hjá Mariu Poulsen, har hann eisini starvaðist í fleiri ár eftir læritíðina, til hann byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan sum rørleggjari. Hann hevur lagt nógv arbeiði eftir seg runt umkring í landinum. 

Eg havi verið fleiristaðni, har tað er blivið nevnt – tá ið tey hava frætt, at hann er abbi mín – at hann hevur lagt sentralvarman har ella gjørt okkurt rørarbeiði í húsunum hjá teimum ella onkrum, sum tey kenna. 

Handverkaraevnir hevði hann sum fáur. Serliga dámdi honum væl at gera smykkur og ymiskt annað úr hvalatonnum ella hvalabeinum, og hevur hann givið nógvar av hesum út sum gávur. Eisini er hann kendur fyri at hava gjørt fleiri grindaknívar. 

Abbi møtti ommu 50-unum, og í 1960 giftust tey og fluttu tey inn í lítlu og hugnaligu húsini í Torfinsgøtu 28. Seinni sama ár fingu tey fyrstu dóttrina, Elsebeth mostur.

Trý ár seinni kom næsta dótturin, Diana (mamma), og tá valdu tey at steðga við børnum. Saman skaptu omma og abbi bestu og tryggastu karmarnar fyri døtur sínar.

Abbi var íðin HB-ari og var til meginpartin av dystunum hjá besta liðnum. Abbi var eisini fimleikari og gjørdi fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, líka inntil hann var væl omanfyri 80 ár. 

Hóast hann gavst við fimleikinum, dámdi honum sera væl at sleppa ein túr niðan á plenuna í Gundadali, har elsti abbasonurin, Niklas, var raskur at taka hann við, tá ið dystir vóru.

Seinastu árini var abbi ikki til nógvar útidystir, men hann vildi sera fegin sleppa til heimadystirnar. Orkan fór tó eisini til hetta fyri eini tíð síðani, og abbi hevur seinastu tíðina heldur fylgt við í sjónvarpinum, hvussu tað gekk hjá HB.

Tá ið abbi byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan, so var skjótt, at hann fekk ein sera breiðan kundaskara. Hann hevði altíð úr at gera, men hevði framvegið tíð til at koyra ommu til arbeiðis, heinta hana og keypa inn við henni hvønn gerandisdag.

Familjan kom altíð fryst.

Tá ið man sum barn var hjá ommu til døgurða aftaná skúlatíð, bleiv ikki sett á borðið, fyrr enn abbi kom heim til døgurða, og so skjótt man hoyrdi eyðkenda motorin á Subarubilinum hjá honum, visti man, at hann var í ferð við at parkera bilin í túninum og klárt var at eta. Tað besta var, um hann hevði tíð at koyra ein heim aftaná døgurðan, so man slapp undan at taka bussin, men um tú ikki takkaði fyri, tá ið hann setti teg av, so fekst tú sanniliga – og uppiborið – at hoyra fyri tað. Eisini tað legði tú í okkum sum børn.

Tú var familjumaður við stórum F, og ofta plagdu vit at tosa um familju saman. Meginparturin av systkum tínum vóru farin, tá ið eg fekk áhuga fyri familju, og tí var tað altíð líka hugaligt at fáa søgur frá tær og ommu. Undarligt at ímynda sær at tað hava verið níggju sum tú: lítlir, forvitnir og altíð klárir við einari góðari viðmerking. Og eisini tríggjar systrar, sum høvdu sama sinnalag.

Fyri nøkrum árum síðani, tá ið mamma var niðri á Ríkissjúkrahúsinum, vóru eg og babba við í Danmark. Eg sat í túninum saman við nøkrum øðrum gestum á Hotel Tórshavn og prátaði. 

Har sat ein fryntligur maður og tosaði eitt sindur harðari enn hini, og einaferð geri eg eina eitt sindur spíska viðmerking til okkurt, sum hann segði. Løtu seinni tømi eg kaffikoppin og fari inn. Eg leggi til merkis, at hesin maðurin kemur aftaná mær, og tá ið vit báðir so eru inni í køkinum, sigur hann við meg:

“Tú brúkti teg uttan fyri har”. 

Eg svari róliga aftur, men framvegis við einum lítlum spískum tóna. 

“Hygg! Aftur har. Soleiðis hevur bara ein tosað við meg fyrr, hvussu æt hann? Mortensen var eftirnavnið”.

Eg smílist og spyrji so, um tað kundi vera talan um Hákun Mortensen úr Havn? 

“Ja, har var navnið!” Bara Hákun Mortensen hevði svarað honum soleiðis fyrr.

Tú skuldi havt sæð andlitið á honum og hoyrt flennið, tá ið eg fortaldi honum, at tú var abbi mín.

Hetta prógvar, at hóast eg sum ættleiddur ikki havi genini hjá Mortensenfamiljuni, so hevur tú lært og ávirkað meg nógv.

Eg bleiv tó ikki handverkari, men havi verið við tær og arbeitt nakrar ferðir. Hóast tað ikki hevði mín stóra áhuga, lærdi eg nógv, tí annars fekk eg av at vita, tá ið vit fóru til ommu at eta døgurða, so har var bara eitt at gera: at fylgja væl við og vita, nær tú hevði tørv á amboðum ella einum at halda í.

Hóast nógva gleði og kærleika, so slapst tú ikki snikkaleysur ígjøgnum lívið. Tú var heilt ungur, tá ið tú misti pápa tín, og tú hevur mist øll systkini og eisini svágrarnar. Men tað harðasta tú hevur upplivað, er størsta sorgin, foreldur kunnu ímynda sær. Fyri júst fimm árum síðani, tann 9. februar mistu tit yngru dóttrina, sum einans bleiv 53 ára gomul, tá ið mamma andaðist eftir drúgva sjúkralegu.

Abbi var ein fantastisk hjálp, tá ið mamma hevði tørv á tí, og tá ið mamma skuldi koyrast til venjingar, kanningar ella bara vildi ein biltúr, so tveitti abbi tað, hann hevði í hondunum og kom henni til hjálpar, um vit nærmastu ikki kundu fara við henni. Hetta er nakað, sum vit hava takkað honum alt ov lítið fyri, men sum vit sjálvandi eru so sera takksom fyri. 

Abbi stendur nú undir børu og fer til gravar á sjálvum 5-ársdegnum hjá mammu tann 9. februar. Tað er tó ein troyst, at tey nú sita saman aftur og hyggja niður á okkum og fylgja við okkara gerandisdegi frá einum øðrum sjónarhorni.

Eg fari hervið at lýsa frið yvir minnini um høgt virda og elskaða abba mín, Hákun Mortensen, og takka fyri alla hjálp vit hava fingið seinastu tíðina. 

Serliga fer ein tøkkk til B6 á Landsjúkrahúsinum, sum hevur tikið sær so væl av abba seinastu dagarnar. 

Kiran Jóanesarson

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022