Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 29. oktober 2022 | Nr. 44 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Hesi bæði standa til at verða vald á fólkating

SíÐa 2

1 Leygardagur 29. oktober 2022

Góðan lesihug og gott fólkatingsval

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Homofobi av ovastu rók

Hóast vit nú eru í endaspurtinum undan fólkatingsvalinum, so hava útsøgnir hjá einum einstakum landsstýrismanni verið høvuðsevni hesar seinastu dagarnar.

Sum so hevur hesin spurningurin onki við fólkatingsvalið at gera, tí formaður Miðfloksins verður við vissu ikki valdur á fólkating.

Hinvegin er tað álitið á sitandi løgmann, sum er útsett fyri eini álvarsligari roynd í hesum og komandi døgum.

Í fyrsta lagi, so prógvar rokilsið, ið hevur staðist eftir útsøgnirnar hjá formanni Miðfloksins um kynsliga samleikan hjá donskum floksformanni, at tað ikki er serliga snilt at løgmaður og landsstýrisfólk framhaldandi stilla upp til fólkatingsval.

Deils tí at tað ikki gevur meining hjá hesum – sum sambært løgmanni eru tænastufólk hjá løgtinginum – at brúka tíð til at føra valstríð til eitt ting í øðrum landi, sum politiska skipanin er samd um, ikki eigur at hava stórvegis politiska ávirkan í Føroyum.

Og deils eisini, tí at talan er um eitt valstríð, og her kunnu landsstýrisfólk verða trýst til at koma við útsøgnum í stríð við galdandi hugburð hjá tí landsstýri og løgtingi, sum tey eru sett til at tæna.

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa góða og fulla løn fyri at passa síni fyrisitingarligu størv, og skulu ikki spilla tíðina upp á at reka veljarar til eitt fólkatingsval.

Tí tað liggur ein andsøgn í, at løgmaður letur sín landsstýrismann áhaldandi sleppa at úttala seg homofobiskt og í stríð við galdandi mannarættindi, vísandi til at hann úttalar seg sum floksformaður og ikki sum landsstýrismaður.

Løgmaður vil hava fólkatingsvalið avgreitt áðrenn neyðug stig verða tikin í hesum máli.

Vit vita, at drál er eitt sterkt politiskt amboð, serliga í hesum landsstýrinum – tað er so ofta roynt fyrr.

Um ikki annað, so er tað gott, at løgmaður tekur frástøðu frá tí, sum landsstýrismaður hansara ger, og sigur, at hann ætlar at geva honum eina átalu.

Spurningurin er um tað er í lagi, at løgmaður framhaldandi góðtekur at hava ein landsstýrismann við eini menniskjafatan, ið liggur so langt frá fatanini, sum løgmaður sigur seg og flokk sín hava – og sum eisini ein stórur meiriluti av Føroya fólki hevur.

Tá formaður Miðfloksons sigur, at tað er í stríð við “hansara grundlóg” (og dregur meginpartin av Føroya fólki upp í eisini) at liva sum samkyndur, so tekur hann frástøðu frá teirri grundlóg, sum annars er galdandi her á landi.

Tí “hansara grundlóg” er ikki “Danmarks Riges” ella tann stjórnarskipan, sum møguliga einaferð verður at galda fyri Føroyar. “Hansara grundlóg” er bíblian, og tað vita vit, at bíblian ikki altíð heldur seg innan fyri grundlógarinnar karmar.

Als ikki, tá tað kemur til at útihýsa tey, sum ikki eru partur av tí kristna ella útvalda skaranum.

Tey samkyndu eru sambært Miðflokkinum millum tey, sum skulu útihýsast frá teimum galdandi mannarættindunum, eins og floksformaðurin hevur grundgivið fyri í hesi vikuni.

Hvussu so við øllum hinum, ið ikki passa inn í bíbliunnar rammur? Hvussu við kvinnunum, sum ikki skulu kunna tala í samkomu? Ella kann Miðflokkurin góðtaka, at ein persónur, sum ikki sigur seg vera kristnan kann gerast danskur ella føroyskur stjórnarleiðari? Er tað í lagi at útihýsa øðrvísi trúgvandi í einum landi, sum sigur seg hava trúðarfrælsi?

Vit kunnu ikki annað enn rokna við, at Miðflokkurin hevur sama svar, sum varð givið, tá formaðurin varð spurdur um samkynda danska floksformannin, sum ynskir at gerast forsætisráðharri.

Tey um tað.

Men kann løgmaður og kann landsstýrissamgongan liva við tí? Ella ætlar mann enn einaferð at trýsta tingfólk síni til at atkvøða sambært harraboðum og í stríð við teirra egnu sannføring?


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6266

    Lisnar síður: 21595

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 29. oktober 2022

Hesi bæði standa til at verða vald á fólkating

Sjúrður Skaale stendur til at fáa nógv flestar atkvøður á javnaðarlistanum, sambært kanning. Kapping um at enda ovast á sambandslistanum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt stendur púra greitt. Fær Javnaðarflokkurin umboðan á fólkatingi eftir valið mánadagin, so verður tað Sjúrður Skaale, sum endurvinnur sessin fyri eitt valskeið afturat. Sjúrður fer at fáa so nógv tær flestu atkvøðurnar á javnaðarlistanum.

Størri spenningur er um, hvør verður valdur, um Sambandsflokkurin eisini endurvinnur sín sess.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi í vikuni. 500 veljarar vórðu mánadagin spurdir hvønn tey fóru at velja til fólkatingsvalið.

Sum kunngjørt varð á Portalinum týsdagin, so eru tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum eftir øllum at døma fáa afturval til fólkatingið við ávikavist 29,9 og 27,3 prosentum av atkvøðunum – flokkarnir standa báðir til framgongd í mun til seinasta fólkatingsval.

Tjóðveldi stendur, sambært kanningini, í stað, meðan Fólkaflokkurin stendur til eina stóra afturgongd í mun til seinasta val.

Sjúrður og Anna?

Stóru spurningurin er sjálvandi hvørji tað verða, sum verða vald. Tað spurdu vit eisini um í veljarakanningini, sum varð gjørd fyrr í vikuni.

Og sum sagt, so førir Sjúrður Skaale stórt á Javnaðarlistanum. Og her stendur rættiliga javnt millum kvinnuligu valevnini Barbaru Gaardlykke Apol, Ingilín Didriksen Strøm og Sigrið Sámalsdóttir Hentze, vísir kanningin.

Heilt stóru spenningurin er sjálvandi hvør skal avloysa “the grand old man” hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, sum hevur røkt fólkatingssessin hetta seinasta valskeiðið.

Kanningin vísir, at tað er abbadóttirin, Anna Falkenberg, sum førir hesa kappingina beint framman fyri Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen.

Hjá bæði Tjóðveldi og Fólkaflokkinum er eisini javnt millum tey best umtóktu valevnini, sambært kanningini.

Bjørt Samuelsen liggur á odda ájavnt við Høgna Hoydal floksformann á tjóðveldislistanum, meðan Jørgen Niclasen klárar seg best á fólkaflokslistanum framman fyri Jógvan á Lakjuni og Beinir Johannesen.

Forfólk og landsstýrisfólk minni undirtøku

Hetta Blaðið hevur í oddagreinum víst á tað undarliga í, at landsstýrisfólk og forfólk í politisku flokkunum stilla upp til fólkatingsval, tí teirra uppgáva heima má metast at hava størri týdning enn at siga í einum útlendskum tingi, sum – sambært teimum flestu – ikki skuldi havt nakran týdning fyri politikkin í Føroyum.

Okkurt bendir á, at veljarin er av somu meining.

Á sambandslistanum síggja vit, at løgmaður einans fær atkvøðu frá 9 prosentum av sambandsveljarunum. Altso als ongin sokallað løgmanseffekt at fáa eyga á her.

Á javnaðarlistanum liggur Aksel Vilhelmsson Johannesen á fimta plássi, meðan Christian F. Andreasen liggur á fjórða plássi á fólkaflokslistanum.

Av floksformonnunum er tað bara Høgni Hoydal, sum stendur við einum realistiskum møguleika at enda sum nummar eitt á sínum lista.

Gerast skal vart við, at kanningin, sum víst verður til her, varð gjørd mánadagin, eina heila viku áðrenn sjálvt valið. Tí kunnu nógvar atkvøður hava flutt set seinastu dagarnar áðrenn valið. Til kanningina vóru tað eisini yvir 10 prosent, sum enn ikki høvdu tikið støðu. Eisini er í kanningini ein óvvissa á upp til 4 prosentstig.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2022

3 Leygardagur 29. oktober 2022

Líkist afturvali til sambandið og javnaðin

Sambandsflokkurin verður stóri vinnarin sambært veljarakanning, gjørd fyri Portalin mánadagin – Fólkaflokkurin stóri taparin

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at endurvinna fólkatingssessirnar. Edmund Joensen stillar tó ikki upp hesaferð (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sambandsflokkurin verður størsti flokkur til fólkatingsvalið mánadagin. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin mánadagin.

Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna fólkatingssessirnar.

Sambandsflokkurin stendur til at fáa 29,9 prosent av atkvøðunum, tað er 1,5 prosentstig fleiri enn til seinasta fólkatingsval.

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 27,3 prosent, sum er eitt sindur størri vøkstur enn Sambandsflokkurin – 1,7 prosentstig – í mun til seinasta fólkatingsval, men tó nógv minni, enn tær seinastu veljarakanningarnar annars hava givið Javnaðarflokkinum. Tá spyr seinast gjørdi eina líknandi kanning, tað var fyri Kringvarpið 27. september, stóð Javnaðarflokkurin at fáa 33,7 prosent og Sambandsflokkurin 21,8 prosent.

Stóri taparin á fólkatingsvalinum hesaferð verður Fólkaflokkurin, sum fer 7,1 prosentstig aftur í mun til seinasta val, og nú fær 16,7 prosent av atkvøðunum.

Tjóðveldi verður harvið triðstørsti flokkur við 18,7 prosentum, sum er nær við tað sama sum til seinasta val, framgongdin er 0,1 prosentstig.

Miðflokkurin og Framsókn eru ikki í námind at fáa umboðan á fólkatingi. Miðflokkurin, sum ikki stillaði umm seinast, stendur at fáa 4,3 stig, meðan Framsókn stendur til at fáa 3,2 stig, sum er ein framgongd á 0,8 prosentstig í mun til fólkatingsvalið í 2019. 

Spyr.fo-kanningin fyri Portalin vísir eisini, at tað enn eru yvir 10 prosent, sum ikki hava tikið støðu til hvønn tey fara at velja mánadagin, og at tað er oman fyri 11 prosent, sum ikki ætla sær á val.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

4 Leygardagur 29. oktober 2022

Peikar Miðflokkurin á ein samkyndan forsætisráðharra? Tað kemur ikki upp á tal

Nei, Miðflokkurin fer ikki at peika á Søren Pape Poulsen, um tað skuldi verið aktuelt

Jenis av Rana og Bill Justinussen í Andglettinum hjá Kringvarpinum (Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðflokkurin fer ikki at peika á Søren Pape Poulsen, formann í konserativa flokkinum, sum nýggjan danskan forsætisráðharra.

Tað gjørdi Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, greitt í Andglettinum, valsendingini hjá útvarpinum, fyri løtu síðani.

Ein lurtari spurdi, um flokkurin fór at stuðla og peika á ein samkyndan forsætisráðharra. Konservativi formaðurin, Søren Pape Poulsen, er samkyndur.

- Tað kemur ikki upp á tal, segði Jenis av Rana greiður.

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana.

- Eg vóni, at tað ikki verður aktuelt, segði hann í Andglettinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

5

Størv

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 29. oktober 2022

Hóttir við misáliti: Krevja at Jenis verður koyrdur frá

Tjóðveldi krevur at løgmaður, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin loysa Jenis av Rana úr landsstýrisessinum

Jenis av Rana (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, spurdi í vikuni løgmann í fyrispurningini, um útsøgnin hjá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum og uttanríkisráðharra, um Søren Pape Poulsen fór at fáa nakrar avleiðingar.

Mikudagin komu Høgni Hoydal og Tjóðveldi úti við kravboðum um, at Jenis av Rana skal koyrast frá. Um ikki, so verður misálit reist á løgtingi.

- Jenis av Rana hevur enn einaferð lýst sína mannvondu hugsan mótvegis samkyndum. Hann niðurger menniskjavirði og javnrættindi hjá sínum næsta. Hann noktar samkyndum at taka lut á jøvnum føti í fólkaræðinum og at røkja politisk størv.

[object Object]Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta stríðir ímóti øllum teimum virðum, hugsjónum og málum, sum Tjóðveldi byggir á. Og vit góðtaka hetta ikki á nakran hátt og taka alla hugsandi frástøðu frá tí.

- Tað eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eru grundarlagið undir hansara sessi, sum hann dyggiliga misnýtir støðugt, niðurger fólk í Føroyum og aðrastaðni - og skaðar Føroyar úti i heimi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

7 Leygardagur 29. oktober 2022

Pape um útsøgn hjá Jenis: - Eru vit ikki komin longur

Útsøgnin hjá Jenis av Rana í Andglettinum, er ikki farin aftur við borðinum hjá Pape og heldur ikki hjá donsku miðlunum

Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservativa flokkin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Halt uppat. Eru vit ikki komin longur?

Tað skrivar Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa flokkinum, um útsøgnina frá Jenisi av Rana í Andglettinum, á Twitter.

[object Object](Skíggjamynd: Twitter)

Formaðurin í Miðflokkinum segði í Andglettinum í KvF, at tað ikki kom upp á tal at peika á Søren Pape Poulsen sum forsætismálaráðharra aftaná valið. Orsøkin er, at hann er samkyndur.

Danskir miðlar skriva í dag um útsøgnina, og tað kemur eftir øllum at døma óvart á teir, at formaðurin í Miðflokkinum hevur hesa meiningina.

[object Object]Ekstrablaðið seinnapartin á eb.dk (Skíggjamynd)

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana.

- Eg vóni, at tað ikki verður aktuelt, segði hann í Andglettinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

8 Leygardagur 29. oktober 2022

Fólkatingsvalið rakar umboðanina í Norðurlandaráðnum

Valdu umboðini hjá Føroya Løgtingi verða ikki við til ársfundin í Helsingfors í komandi viku

Jógvan á Lakjuni verður ikki heima, tá fólkatingsvalið verður talt upp. Hann raðfestir árliga fundin við hinar norðurlendsku tingformenninar hægri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hvørki Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, ella Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum løgtingið hevur valt at umboða seg í Norðurlandaráðnum, verða til staðar, tá Norðurlandaráðið heldur ársfund sín í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors, í komandi viku.

Orsøkin er, at fólkatingsvalið er komið í vegin, og báðir stilla upp til valið.

Heldur ikki varalimirnir hjá teimum, ávikavist Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, hava stundir at møta á fundi í Norðurlandaráðnum orsaka av valinum til Fólkatingið.

Hinvegin verður løgtingið umboðað av tveimum fólkum, sum tó ikki eiga sítt fasta sæti í sjálvum Norðurlandaráðnum. Enntá av tveimum løgtingslimum, sum eisini standa á valseðlunum til fólkatingsvalið, nevniliga Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Edvu Jacobsen úr Sambandsflokkinum.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fer yvir til Finnlands sjálvan valdagin, so hann fær møguleika at vera við til móttøkuna hjá finska forsetanum, sum verður undan sjálvum Norðurlandaráðsfundinum, ið verður settur týsdagin klokkan 13.30, okkara tíð.

Formenninir í teimum ymsu tjóðartingunum hittast vanliga í sambandi við at Norðurlandaráðið verður sett. Teir eru annars ikki partur av virkseminum hjá Norðurlandaráðnum, men halda sín egna árliga fund í somu umbering.

[object Object]
Edva Jacobsen, her avmyndað í fólkatingssalinum saman við ráðsfeløgum í Útnorðurráðnum, Bryndís Haraldsdóttir og Pipaluk Lunge-Rasmussen (Savnsmynd)

Hin løgtingslimurin, sum verður til staðar á fundinum hjá Norðurlandaráðnum, er Edva Jacobsen, sum fer at umboða Útnorðurráðið, har hon er næstforkvinna. Edva Jacobsen fer úr Føroyum dagin eftir fólkatingsvalið, og nær ikki at fáa setanina av ársfundinum hjá norðurlandaráðnum við, verður upplýst úr løgtinginum.

Kaj Leo og Jenis fara

Til ársfundirnar hjá Norðurlandaráðnum er vanligt, at stjórnarleiðararnir og aðrir ráðharrar og -kvinnur eisini hittast til fundar og eru til staðar og svara spurningum frá Norðurlandaráðnum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður tó ikki til staðar í ár.

- Ætlanin var, at løgmaður skuldi luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, men tá fólkatingsvalið bleiv útskrivað og ferðaætlanin fall saman við valinum, valdi løgmaður at melda avboð í ár, upplýsir løgmansskrivstovan.

Somu boð fáa vit frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum og frá almannamálaráðnum. Landsstýrismenninir verða ikki við orsaka av fólkatingsvalinum, har Magnus Rasmussen og Sólvit Nolsøe báðir royna at vera valdir.

Hinvegin verða Kaj Leo Holm Johannesen, sum er landsstýrismaður við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður við menta- og uttanríkismálum til staðar í Helsingfors í komandi viku, upplýsir uttanríkis- og mentamálaráðið.

Tað er onki óvanligt, at ársfundurin fellur saman við val til okkurt av tjóðartingunum í teimum átta londunum, sum eru við í Norðurlandaráðnum. Og í slíkum førum er umboðanin á sjálvum ráðsfundinum ofta rættiliga avmarkað, og soleiðis verður eisini við donsku umboðanini í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

9 Leygardagur 29. oktober 2022

15 valevni á seks listum í Grønlandi

Kynsbýtið er rættiliga nógv øðrvísi enn í Føroyum – 10 kvinnur og 5 menn stilla upp

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meðan føroysku veljararnir hava 60 valevni at velja ímillum til fólkatingsvalið hesaferð, so hava grønlendingar, sum eisini skulu velja tvey umboð til fólkatingið, 15 fólk at velja ímillum.

Eins og í Føroyum stilla seks listar upp til fólkatingsvalið í Grønlandi, harav tann eini listin er ein uttanflokkalisti.

Meðan føroyingar kunnu velja millum 36 menn og 24 kvinnur, so er kynsbýtið heilt øðrvísi á grønlendsku listunum, har talan er um 10 kvinnur og fimm menn.

Siumut hevur fýra fólk á listanum, Inuit Atagatigiit og Partii Naleraq hava trý, Atassur og Demokraatit hava tvey og ein stillar upp uttanflokka

Bæðu núverandi umboðini á fólkatingi, Aaja Chemnitz fyri IA og Aki-Matilda Høegh-Dam fyri Siumut stilla uppaftur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

10 Leygardagur 29. oktober 2022

Flestu valevnini eru í hálvtrýssunum

Yngsta valevnið til fólkatingsvalið er 23 ár og tað elsta 75 ár

Henrik Old er elsta valevnið til fólkatingsvalið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv tey flestu valevnini, ið stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, eru í aldursbólkinum 50-59 ár. Tað vísir ein gjøgnumgongd, sum hagtalsbankin valurslit.fo hevur gjørt.

25 valevni eru í hesum aldursbólkinum, sum svarar til omanfyri 40 prosent av teimum í alt 60 valevnunum. 

Aldursbýtið er soleiðis:
18-29 ár: 7 valevni
30-39 ár: 6 valevni
40-49 ár: 11 valevni
50-59 ár: 25 valevni
60-69 ár: 10 valevni
70-79 ár: 1 valevni 

Javnaðarflokkurin eigur bæði yngsta og elsta valevnið. 23 ára gamla Sigrið Sámalsdóttir Hentze er yngsta valevnið, og 75 ára gamli Henrik Old er elsta valevnið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

11 Leygardagur 29. oktober 2022

Fyrrverandi løgmenn hava klárað seg best

Petur Mohr Dam og Pauli Ellefsen eru tey valevnini, sum hava fingið størstu persónligu undirtøku til fólkatingsval

Petur Mohr Dam (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmaður, er tann politikarin, sum persónliga hevur klárað seg best í einum fólkatingsvali í Føroyum.

Til fólkatingsvalið í 1953 var tað meira enn triði hvør veljari, sum setti sín kross út fyri Peter Mohr Dam á javnaðarlistanum. Til fólkatingsvalið hetta árið fekk hann 1.229 atkvøður, svarandi til 36,5 prosent av øllum atkvøðunum.

Tann einstaklingurin, sum hevur fingið flestar atkvøður til eitt fólkatingsval, er tjóðveldismaðurin Finnbogi Ísakson, men hann varð kortini ikki valdur.

Til fólkatingsvalið í 1988 stillaði Tjóðveldisflokkurin við bert einum valevni, Finnboga Ísakson. Tjóðveldisflokkurin gjørdist fjórstørstur, og fekk ikki umboðan. Men við tað, at bert eitt valevni var, so fekk tað valevnið, so at siga allar atkvøðurnar hjá flokkinum. Harvið er Finnbogi Ísakson tann, ið hevur fingið flest atkvøður yvirhøvur við 4.490 persónligum atkvøðum. Tað svaraði til 19,3 prosent av veljarafjøldini til tað valið.

Stillaðu við fýra valevnum

Vit hava hugt eftir úrslitunum av fólkatingsvalunum frá 1950 og fram til 2019 á nettænastuni valurslit.fo. Fyri á tann hátt at finna fram til tey valevnini, sum hava klárað seg best. Vit hava gjørt eina uppgerð yvir tey valevni, sum hava fingið meira enn 10 prosent av atkvøðunum.

Her síggja vit eisini, at í fimmti- og sekstiárunum stillaðu flokkarnir ikki við eins nógvum valevnum, sum flokkarnir gera í dag. Fram til 1968 stillaðu listarnir við í mesta lagið fýra valevnum hvør.

Henda siðvenja varð broytt í 1971, tá Javnaðarflokkurin stillaði við átta valevnum, og til næsta valið í 1973, fóru valdu flestu listar at stilla við fleiri enn fýra valegnum.

Av tí, at jú færri valevni eru, tess størri eru møguleikarnir fyri at fáa stóra undirtøku, hava vit tí býtt uppgerðina í tvey – eina fyri valini fram til og við 1971 og eina fyri valini frá 1973 og frameftir.

Úrslitið av hesi uppgerðini vísir, at Pauli Ellefsen, sum umboðaði Sambandsflokkin á fólkatingi frá 1977 og nærum øll áttatiárini, er tann politikarin, sum í nýggjari tíð hevur havt størst persónligu undirtøku, framman fyri Johan Nielsen, sum umboðaði Javnaðarflokkin í seksti- og sjeyti árunum.

[object Object]Pauli Ellefsen

Fólkatingsvalini 1973-2019:

1977: Pauli Ellefsen (B) 3.582 – 21,90%
1979: Pauli Ellefsen (B) 3.696 – 19,76%
1973: Johan Nielsen (C) 2.601 – 19,72%
1988: Finnbogi Ísakson (E) 4.422 – 19,30% (varð ikki valdur – einasta valevni á Tjóðveldislistanum)
1998: Óli Breckmann (A) 3.980 – 19,23%
1975: Erlendur Patursson (E) 2.493 – 18,00%
1975: Johan Nielsen (C) 2.373 – 17,13%
1990: Óli Breckmann (A) 2.978 – 16,66%
1987: Óli Breckmann (Q) 3.681 – 16,56%
1977: Johan Nielsen (C) 2.478 – 15,15%
1994: Óli Breckmann (A) 2.875 – 14,99%
2001: Jóannes Eidesgaard (C) 3.689 – 13,98%
1988: Óli Breckmann (A) 3.146 – 13,73%
1977: Erlendur Patursson (E) 2.222 – 13,59% (ikki valdur)
1973: Erlendur Patursson (E) 1.779 – 13,49%
2005: Anfinn Kallsberg (A) 3.270 – 13,15%
2019: Sjúrður Skaale (C) 3.337 – 12,84%
1990: Atli P. Dam (C) 2.086 – 11,67%
1984: Pauli Ellefsen (B) 2.107 – 11,49%
1988: Pauli Ellefsen (B) 2.601 – 11,35%
2005: Høgni Hoydal (E) 2.798 – 11,25%
2007: Høgni Hoydal (E) 2.595 – 11,25%
1981: Pauli Ellefsen (B) 1.842 – 11,09%
1987: Pauli Ellefsen (B) 2.386 – 10,73% (ikki valdur)
2015: Sjúrður Skaale (C) 2.495 – 10,68%
2015: Edmund Joensen (B) 2.416 – 10,34%
2001: Høgni Hoydal (E) 2.641 – 10,01%

Fólkatingsvalini 1950-1971:

1953: Peter M. Dam (C) 1.229 – 36,50%
1950: Peter M. Dam (C) 1.144 – 31,65%
1957: Thorstein Petersen (A) 1.830 – 26,70%
1950: Johan M. F. Poulsen (B) 910 – 25,17%
1953: Johan M. F. Poulsen (B) 784 – 23,28%
1957: Peter M. Dam (C) 1.527 – 22,28% (ikki valdur)
1964: Peter M. Dam (C) 2.216 – 21,09%
1966: Peter M. Dam (C) 2.225 – 21,05%
1960: Karsten Hoydal (Ufl.) 2.033 – 18,75% (ikki valdur - stillaði upp á uttanflokkalista)
1971: Johan Nielsen (C) 2.416 – 18,41%
1971: Zakarias Wang (Ufl.) 2.410 – 18,36% (ikki valdur – stillaði einsamallur á uttanflokkalista)
1957: Johan M. F. Poulsen (B) 1.216 – 17,74%
1966: Jóhan M. F. Poulsen (B) 1.775 – 16,79% (ikki valdur)
1968: Hákun Djurhuus (A) 2.048 – 16,41%
1964: Johan M. F. Poulssen (B) 1.581 – 15,05%
1968: Peter M. Dam (C) 1.851 – 14,84%
1971: Kristian Djurhuus (B) 1.812 – 13,81%
1966: Poul A. Andreasen (A) 1.427 – 13,50%
1964: Johan Nielsen (C) 1.245 – 11,95% (næstur á listanum – var eykamaður fyri P.M. Dam)
1971: Hákun Djurhuus (A) 1.404 – 10,70% (ikki valdur)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

12 Leygardagur 29. oktober 2022

Jósup avloysir Rituna í tvær vikur

Hetta kemst av, at Ritan í næstu viku skal á beding. Ferðaætlanin á leiðini millum Hvannasundi og Svínoy/Fugloy verður kortini tann sama

Jósup
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú mánadagin 31. oktober og tvær vikur fram verður Ritan á beding. Hetta skrivar Strandferðslan

Samstundis verður kunngjørt, at og í nevnda tíðarskeiðið fer Jósup at røkja siglingina millum Hvannasundi og Svínoy/Fugloy.

- Siglt verður sambært ferðaætlanini fyri leið 58. Jósup skal tilkallast á tlf. 293110.

Ritan er bygd í 1971.

Jósup er eitt privat skip, ið vanliga verður nýtt til sigling millum Sørvág og Mykines. Stranferðslan hevur áður leigað Jósup sum avloysaraskip.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

13 Leygardagur 29. oktober 2022

Sveinur Tróndarson sagt seg úr starvi

Dimmalætting skal hava nýggjan blaðstjóra. Sveinur Tróndarson er ikki longur í starvi hjá blaðnum

Sveinur Tróndarson (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sveinur Tróndarson, sum hevur verið ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting síðani mars 2020, hevur sagt seg úr starvi.

Tað kemur fram í poddinum “Skannarin”, sum Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen, gera nettupp í samstarvi við Dimmalætting.

- Eg havi verið sjúkrameldaður síðani august, og eg eri komin til ta niðurstøðu at tað er best fyri meg ikkki at halda fram. Tað eru umstøður, sum eg ikki tími at koma nærri inn á, sum gera, at eg havi sagt meg úr starvi, sigur Sveinur Tróndarson í einum boðum til poddin.

Ingolf S. Olsen hevur staðið sum fyribils ábyrgdarblastjóri seinastu tíðina, men í Dimmalætting hesa vikuna, er tað Eyðun Mortensen, sum stendur við ábyrgdini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

14 Leygardagur 29. oktober 2022

Fyrsti fundur í felagsnevndini um luttøku í ES-samstarvsskráum

Partarnir gjørdu eina støðumeting av føroysku luttøkuni í Horizon 2020

Frá vinstru: Kristianna Sjóvará, Annika Sølvará, Elisabeth F. Rasmussen, Poul Geert Hansen, Anne Haglund-Morrissey, Katarzyna Zelichowska, Elin Mortensen, Maria Húsgarð, Rósa Heinesen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsti felagsnevndarfundurin millum Føroyar og ES undir nýggja sáttmálanum um føroyska luttøku í ES-skráum varð hildin í Havn 18. oktober.

Fundurin varð hildin undir felags leiðslu av Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Anne Haglund-Morrissey, næstforkvinnu í Horizon Europe atlimadeildini á aðalskrivstovuni fyri gransking og nýskapan hjá ES-nevndini. Vertur fyri fundinum var Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Føroysku umboðini gjørdu vart við týdningin av nýggja fjøltáttaða samstarvssáttmálanum, sum hevur tryggjað framhaldandi føroyskan atlimaskap í ES-skránni fyri gransking og nýskapan og slóðað fyri føroyskari luttøku í øðrum ES-skráum. Atlimaskapur í Horizon Europe er mettur sum avgerandi liður í at menna samstarvið við ES.

Umboðini fyri ES løgdu dent á væl eydnaða atlimaskapin, sum Føroyar hava havt í evropiskum granskingar- og nýskapanarskráum síðan 2010. Tey róstu góðu úrslitunum frá føroysku luttøkuni í Horizon Europe higartil og váttaðu, at ES áhaldandi vil stuðla og hjálpa føroyskari gransking og nýskapan við kunning um komandi Horizon Europe útboð.

Partarnir gjørdu eina støðumeting av føroysku luttøkuni í Horizon 2020 og umrøddu ymiskt, ið vit hava lært seinastu árini, til dømis hvussu stórt virði luttøka í evropiskari gransking og nýskapan hevur í sær sjálvum og at hon hevur stóra ávirkan á føroyska gransking og nýskapan.

Trivið varð í avgerandi leiklutin hjá føroyskari havgransking í Norðuratlantshavi og Arktis og í hesum sambandi varð nýggi arktiski politikkurin hjá Landsstýrinum tikin fram. ES-umboðini mettu føroyska politikkin at vera í góðum samsvari við arktiska politikkin hjá ES. ES-umboðini løgdu síðan fram dagsskránna fyri politikkin á evropiska granskingarøkinum, dagsskránna fyri evropiska nýskapan og evropisku altjóða tilgongdina til gransking og nýskapan. Í hesum sambandi bjóðaðu tey Føroyum at luttaka í viðkomandi virksemi.

Við okkara stødd og staðseting í huga viðurkendu partarnir týdningin av, at Føroyar vanda sær um, hvørjum vit luttaka í og velja viðkomandi øki, sum til dømis havið og Arktis, hóast góðir møguleikar framvegis eru fyri altjóða samstarvi og samvirkan á øðrum økjum.

Meginreglan um sínámillum møguleikar og atgongd til gransking og stuðul millum lond varð umrødd við støði í upplýsingum frá nýútgivnu javnstøðuætlanini hjá Granskingarráðnum. Harumframt umrøddu partarnir føroyskan politikk og átøk til frama fyri gransking og nýskapan í Føroyum og møguleikar fyri føroyskari luttøku í sonevndu Missions and Partnerships.

At enda, í sambandi við fjøltáttaða samstarvssáttmálan, umrøddu partarnir føroyska áhugan fyri at luttaka í Erasmus+ og Creative Europe og hvussu farast skal fram í hesum sambandi.

Tíðindaskriv frá Uttanríkis- og mentamálráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

15 Leygardagur 29. oktober 2022

Teitur Skoubo er frælsur maður

Tað loysti seg hjá Teiti at fara í landsrættin. Nú er hann ikki dømdur fyri neyðtøku men fyri harðskap

Savnsmynd
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teitur Skoubo fekk tríggjar mánaðar fongsulsrevsing í landsrættinum í Odense.

Hann er dømdur sekur fyri harðskap, men ikki fyri neyðtøku, sum býarrætturin dømdi hann fyri.

Dómarin metir ikki, at ákærumyndugleikin í nóg stóran mun hevur havt prógv fyri, at Teitur Skoubo hevur havt kynsliga samlegu uttan samtykki. Hinvegin eru prógv fyri at tann órættaða ikki hevur givið samtykki til lúsingarnir, sum eru givin undir samleguni.

Teitur Skoubo kundi sostatt mikudagin fara heim sum frælsur maður eftir at hava sitið fongslaður síðani síðst í mai mánaði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

16 Leygardagur 29. oktober 2022

Kortleggja hvussu Havnin kann hitast

Roknað verður at tað skulu brúkast fyri hálvaaðru til tvær milliardir krónur at skifta oljufýringarnar í Tórshavnar kommunu út við grønari loysn

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú fáa havnarborgarar eitt ítøkiligt boð frá kommununi uppá, hvussu teir ymisku býlingarnir kunnu hitast við einari grønari orkuloysn. Og samstundis eisini eina fakliga meting av, hvørjar hitaloysnir hóska best til ymsu økini.

Í summum býarpørtum verður fjarhitin útbygdur, í summum førum kann luft-til-vatn-hitapumpur vera besta loysn, aðrastaðni er jarðhiti tað besta. Og í fleiri førum eiga felagsloysnir – nærhitaloysnir – at verða umhugsaðar.

Alt hetta kemur fram í einum hitaatlassi, sum er eitt savn av kortum og ein orðað ætlan fyri, hvussu eitt bygt øki sum Tórshavnar kommuna kann hitast upp, tá oljufýringarnar verða útskiftar.

Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan SMJ, sum ger hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu. Fyritøkan fer at hava tvær framløgur á orkuráðstevnuni Ósvart, sum verður í Norðurlandahúsinum 3 og 4 november.

Onnur framløgan fer at snúgva seg um høvuðsprinsippini í ætlanunum og heildina, meðan hin fer at lýsa uppskotini um upphiting á býlingastøði.

-  Bakstøðið fyri at gera eitt slíkt hitaatlas er, at komandi átta árini skulu 5.000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hitakeldu. Íløgur fyri hálvaaðru til tvær milliardir krónur skulu gerast, sigur Pætur Jakobsen, stjóri í SMJ.

Hann avdúkar, at eitt tríbýti av hitakeldum er lagt til grund í orkuskiftinum, sum tað er sett upp í hitaatlassinum. Umleið ein triðingur verður fjarhiti, ein triðingur jarðhiti og ein triðingur aðrar hitaloysnir, fyri ein part sum nærhitaloysnir.

Framløgurnar um hitaætlanina verða hósdagin 3 november. Ósvart er ókeypis og fyri øll.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

17 Leygardagur 29. oktober 2022

Atlantsflog varpar ljós á ósjónlig brek

Atlantic Airways er nú vorðið partur av Sólblómuskipanini, sum fyrsta norðurlendska flogfelag. Við at bera Sólblómubandið, verður ósjónliga brekið sjónligt, og samstundis signalerar tað á flogvøllinum og sjálvari ferðini, at tað kann vera, at tær tørvar hjálp, tol ella tíð

Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum fyrsta fyritøka í Føroyum og fyrsta norðurlendska flogfelag, er Atlantic Airways nú vorðið partur av Sólblómuskipanini, og flogfelagið kann nú bjóða teimum, ið hava tørv á tí, Sólblómubandið, tá tey skulu ferðast.

Sólblómuskipanin og -bandið stava frá 2016, tá flogvøllurin í Gatwick í London vildi finna útav, hvussu tey kundu geva ferðandi við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferðauppliving. Spurningurin var við øðrum orðum, hvussu tað ósjónliga kundi gerast sjónligt. Tí kom Sólblómubandið. Ein einføld sólblóma á grønari bakgrund. Diskret, men samstundis sjónligt. Við at bera Sólblómubandið, verður ósjónliga brekið sjónligt, og samstundis signalerar tað á flogvøllinum og sjálvari ferðini, at tað kann vera, at tær tørvar hjálp, tol ella tíð.

- Sólblómubandið er nakað, vit oftari og oftari hava verið spurd um, og tí eru vit eru sera fegin, errin og eyðmjúk um nú at kunna bjóða ferðandi, ið hava tørv á tí, hesa tænastu. Fyrst og fremst skal Sólblómubandið vónandi lætta um ferðina hjá teimum, ið hava eitt ósjónligt brek. Og nú síggja starvsfólk hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og umborð á flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska tørvar eyka tíð ella hjálp á ferðini. Sostatt kann bandið vónandi verða við til at gera tað smidligari hjá tí ferðandi, samstundis sum vit sum tænastuveitari fáa eisini ágóða av hesum, tí nú vita vit, nær vit skulu vera eyka uppmerksom, sigur Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways.

Øll starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava beinleiðis samband við ferðafólk, hava fingið vegleiðing í, hvat Sólblóman merkir, og hvat tað inniber, tá ein persónur ber Sólblómubandið; hvat tey skulu taka atlit til og vera uppmerksom uppá.

- At ferðast og vera saman við nógvum fólkum í óvandum støðum, kann vera ómetaliga stressandi fyri fólk við ósjónligum breki, sum td. heilaskaða, autismu, demensi, ADHD, Parkinsons, kroniskari pínu, hoyri- og sjónbreki og so framvegis, sigur Stine Ringvig Marsal, Nordic Regional Director í Sólblómuskipanini.

- Atlantic Airways kemur sum fyrsta norðurlendska flogfelagið við í Sólblómuskipanina og ger tað at ferðast við flogfari meira atkomuligt fyri tey, ið hava eitt ósjónligt brek. Samstundis er Atlantic Airways fyrsta føroyska fyritøkan, sum viðkennir Sólblómuna, og í fluttum týdningi flúgva tey Sólblómuna til Føroya, og eg eri ikki í iva um, at teirra lutur fer at gera tað meira sjónligt og skapa størri fatan fyri ósjónligum brekum í øllum samfelagnum. Vit eru ótrúliga glað fyri samstarvið og kundu ikki ímyndað okkum ein meira seriøsan samstarvsfelaga til at fáa Sólblómuna til Føroya.

Sólblómubond fáast á skrivstovuni hjá flogfelagnum á farstøðini á flogvøllinum og við innskrivingardiskarnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

18 Leygardagur 29. oktober 2022

Súni fekk ADHD viðurkenningina 2022

Súni Jacobsen var við at seta Gula skúla á stovn, og hevur starvast har, síðani serskúlatilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan. Hann fekk heiðursbræv og blómur handað á Argjum í gjár

- Súni er millum næmingar kendur fyri at vera rúmligur og viðurkennandi. Hann roynir ikki at troðka sína áskoðan á teg, men møtir hvørjum einstakum, har tey eru. Næmingar fortelja eisini, at Súni er jaligur og stuttligur, og er ikki bangin fyri at geva rós (Mynd: ADHD-felagið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ADHD tilvitanarmánaður er, og sum vanligt verður latin serlig ADHDviðurkenning til ein, ið hevur útmerkað seg á onkran hátt innan ADHD/ADD.

Hetta skrivar ADHD-felagið í tíðindaskrivi, har kunngjørt verður, hvør hevur fingið serliga heiðurin 

- Í ár varð ADHDviðurkenningin latin Súna Jacobsen, lærara og rennandi eldsál í serskúlatilboðinum undir skúlanum á Fløtum, ið er staðsett í gamla skúlanum úti á Argjum, og sum millum manna verður nevnt “Guli skúli”.

Poula, Durita og Bjørg úr nevndini í ADHDfelagnum troppaðu í gjárkvøldið upp á lærarafundi við blómum og heiðursbrævi í hond, og tóku lítillátaða Súna heilt av bóli, ið gjørdist ikki sørt bilsin og rørdur.

[object Object]


[object Object]

ADHD-felagið skrivar, at tað var ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Súni Jacobsen skuldi hava ADHDviðurkenningina í 2022, og skrivar soleiðis um grundgevingina:  

- Súni var við at seta Gula skúla á stovn og hevur starvast har, síðani tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009. Hann hevur hjálpt nógvum børnum og ungum við ADHD og foreldrum teirra í skúlaskipanini. Súni hevur saman við øðrum bygt Gula skúla av góðvilja og einum vilja at røkka tí einstaka barninum, har tað er og sum tað er. 

- Tað menniskjasliga er útgangsstøðið hjá Súna.

- Tað sum eyðkennir arbeiðið hjá Súna er, at tað viktigasta er ikki, hvat næmingurin ger, tá hann er í skúla, men meira tað, at næmingurin kann koma heim og siga, at hann hevur havt ein góðan dag. Trivnaðurin hevur alt at siga, tí nógv av teimum, sum ganga í Gula skúla, hava havt tað torført í skúlanum. 

- Starvsfelagarnar fortelja, at man merkir í arbeiðnum hjá Súna, at menniskja kemur í fremstu røð. Við hansara lyndi og nærleika kenna øll seg møtt og týdningarmikil, bæði starvsfelagar, næmingar og foreldur. Hann er lurtandi og nærverandi, og tað er so nemt at føla seg væl saman við Súna.
Foreldur merkja eisini væl, at Súni er nakað heilt serligt saman við næmingunum. Hann er ikki tengdur at, hvat man eigur at gera, og hvat vit plaga at gera. Hann møtir tínum barni við opnum sinni og hugsar út um kassan, tá hann undirvísur, soleiðis at hetta barnið kann kenna seg møtt – og samstundis fáa okkurt burturúr skúladegnum. 

- Súni er millum næmingar kendur fyri at vera rúmligur og viðurkennandi. Hann roynir ikki at troðka sína áskoðan á teg, men møtir hvørjum einstakum, har tey eru. Næmingar fortelja eisini, at Súni er jaligur og stuttligur, og er ikki bangin fyri at geva rós.

- Vit í ADHDfelagnum vilja tí siga takk fyri alt tað, tú ert fyri næmingar við ADHD/ADD og ikki minst okkum foreldur at børnum, sum ganga her. Vit eru errin av at handa ársins ADHDviðurkenning til tín, Súna Jacobsen.

Í 2020 fekk Julia Feilberg Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur ADHDviðurkenningina, og í fjør var tað Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

19
Leygardagur 29. oktober 2022

Noreg og Russland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Hóast spentu støðuna í Evropa, hava Noreg og Russland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Noreg og Russland eru umvegis talgildar samráðingar blivin samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2023.

Hetta skriva norskir miðlar seinnapartin. Millum annað Vg.no.

- Tað er gott at vit hava gjørt fiskiveiðiavtalu við Russland, hóast vit eru í einari serstakari støðu, sigur norski fiskimálaráðharrin Bjørnar Skjæran, sambært norska miðlinum.

Hann sigur, at avtalan tryggjar at fiskaríið í norðurøkinum verður fyrisitið á rætta hátt, og og burðardygg og tryggjar stovnin frameftir.

Russarar boða frá, at um norðmenn seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi, kann avtalan verða sett úr gildi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

20 Leygardagur 29. oktober 2022

Gera innkomuveg til Havnar

Nýggi innkomuvegurin verður frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan undir Brúnna og haðani verður tunnil út í Marknagil

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggjur innkomuvegur verður gjørdur til høvuðsstaðin frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan undir Brúnna og haðandi tunnil skal borast út í Marknagil.

Articon er í holt við at gera fyrireikandi arbeiði sum millum annað umfatar arbeiðsveg.

Herundir síggjast dronumyndir frá Articon av økinum, har vegurin skal liggja:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

21 Leygardagur 29. oktober 2022

1,8 milliardir krónur í vinningsbýti í fjør

Fyritøkurnar, ið eru flokkaðir sum framleiðsluvinna, útlutaðu mest til eigarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hagstovan hevur nú dagført tølini fyri útlutað vinnngsbýti skift á vinnugreinar hjá feløgum í ikki-fíggjarliga geiranum fram til 2021.

Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins. 

Samanlagt fyri øll feløg, var vinningsbýtið 1,8 milliardir krónur í 2021, ið er nærum 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur.

Bólkurin, sum útlutaði mest í vinningsbýti í 2021, er fyritøkurnar, ið eru bólkaðar sum ‘framleiðsluvinna’, sum útlutaði 507 milliónir krónur. Síðan kom ‘landbúnaður og fiskiveiða’ við 466 og ’heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 445 milliónum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tølini vísa millum annað, at meðan útlutað vinningsbýti innan 'landbúnað og fiskiveiðu' og 'framleiðsluvinnu' lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í 2021, so hækkaði vinningsbýti innan 'heil- og smásølu; umvæling av akførum' bæði í 2020 og 2021. 

Innan bólkin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ eru tað serliga flokkarnir ’fiskiveiða’ og ’aling’, ið útluta nógv vinningsbýti.

Í 2020 útlutaðu feløgini innan fiskiveiðu 105 milliónir, meðan henda upphædd í 2021 hækkaði við 26 milliónum til 131 milliónir.

Fyri alifeløgini var vinningsbýtið í 2021 335 milliónir, ið er 149 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var knappar 186 milliónir krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

22
Leygardagur 29. oktober 2022

Nýtt skip fyri Vesturleika

Vágamenn keypa skip úr Orknoyggjum frá 2020

Aalskere er bygt í 2020
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Vágamen keypa Aalskere úr Orknoyggjum fyri Vesturleika, sum fyrr í ár varð seldur til Russlands.

BBC Radio Orkney skrivar um keypið av nýggja skipinum, sum bara er hálvt triðja ára gamal.

Minkandi kvota og høgi oljuprísurin eru orsøkin til, at núverandi eigarar velja at selja skipið, skrivar BBC.

Sum vit skilja, verður skipið yvirtikið um einar 14 dagar ella so. Talan er um ein ísfiskatrolara í mun til frystitrolara, sum Vesturleiki var og Brestir er.

Sum skilst er ætlanin, at skipið skal leingjast tá tað er skrásett í Føroyum. 

Nýggi Vestuleiki er 35 metrar langur og 11 metrar breiður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

23
Leygardagur 29. oktober 2022

Lívgandi at onkur hugsar um okkum

Akraberg fór í vikuni á sín triðja túr. Jólapakkarnir frá sjómanstrúboðaranum vóru við

(Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í vikuni fór frystitrolarin Akraberg av Fuglafirði við kós móti Barentshavinum. Hetta er triðji túrurin hjá nýggja trolaranum. 24 mans eru við, og skipari er Erland Olsen.

Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum í dag. Har hitti hann kokkin og nakrar av manningini.

- Vit takka fyri jólapakkarnar, hóast vit vóna at vera aftur áðrenn jól. Pakkarnir fløva, tí tað er bæði rørandi, hugnaligt og hugaligt at fáa jólagávu frá fólkið vit ikki kenna.

Tað sigur Drago Obradovic, sum er kokkur við Akrabergi. 

- Vit eru útgjørdir til at vera burtur á jólum, tí dunnur og annað gott til jóladøgurðan er komið umborð. Sjómaðurin veit ikki frammaunndan hvussu fiskiskapurin verður, og tí ræður um at vera fyrireikaður, sigur Drago.

Sjúrðarberg fekk eisini jólapakkar. Teir fara eftir ætlan avstað aftur sunnukvøldið, og fara eisini upp í Barentshavið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

24 Leygardagur 29. oktober 2022

Arbeiðsloysið hevur ikki verið lægri

Í august og september var arbeiðsloysið í Føroyum 0,5 prosent, ið svarar til 150 fulltíðararbeiðsleys

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hagstova Føroya hevur aftur gjørt hagtølini fyri arbeiðsloysið í Føroyum upp. Talan er um tøl fyri mánaðirnar august og september

- Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tølini vísa, at arbeiðsloysið var 0,5 prosent í september, ið svarar til góð 150 fulltíðararbeiðsleys - í løtuni er talið 149, sambært ALS.

Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysi hevur ikki verið lægri enn tað sama.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9 prosent í september í fjør. Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.


[object Object]
Arbeiðsloysið í august og september er tað lægsta, sum er mált fyri bæði kvinnur og menn.

Í september var arbeiðsloysið 0,6 prosent hjá monnum og 0,5 prosent hjá kvinnum. Tað svarar til um 90 fulltíðararbeiðsleysar menn og 60 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 1,1 prosent bæði hjá monnum og kvinnum

[object Object]

- Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í september vóru tilsamans um 170 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Í september var arbeiðsloysið eisini søguliga lægst í ymisku økjunum. Í Eysturoynni og Vágum var tað bert 0,2 prosent. Hægst var tað í Suðuroynni, har tað var arbeiðsloysið 1,1 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

25 Leygardagur 29. oktober 2022

Útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum

Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar samsvarandi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum. 

Í september áttu danir 36 prosent av gistináttunum, og talið av gistináttunum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er komið upp á 48 prosent. Føroyingar áttu 16 prosent av gistináttunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Færri føroyingar og danir gistu á føroysku gistingarhúsunum í september borið saman við í fjør. Hinvegin vóru stívliga 30 prosent fleiri útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark.

Meira enn helmingurin av kømrunum brúkt
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 57 prosent  av kømrunum vórðu brúkt í september. Tað er á leið á sama stigi sum í september í fjør, tá 62 prosent av kømrunum vóru brúkt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

26 Leygardagur 29. oktober 2022

Bústaðarmynstrið í broyting

Byggingin av nýggjum bústøðum hevur ikki megnað at fylgt fólkavøkstrinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggjastu hagtølini benda á, at alsamt størri eftirspurningur er eftir smærri og serliga bíligari íbúðum, og at bústaðartørvurin hjá føroyingum broytist gjøgnum lívið.

Tað sigur Betri Banki í nýggjari frágreiðing.

Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum. Av tí sama er eftirspurningurin eftir bústøðum øktur munandi. Hóast høg ferð hevur verið á føroyska búskapinum, eisini hjá byggivinnuni, hevur útboðið av bústøðum ikki fylgt við eftirspurninginum.

Sambært Hagstovuni eru 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbindingartølum frá SEV.

Sum sæst á myndini niðanfyri, er munurin millum íbúgvar og nýggir bústaðir vaksin nógv seinastu árini. Tað merkir, at eftirspurningurin er vaksin meira enn útboðið, og at bústaðartørvurin tí er vorðin størri hvørt ár.

[object Object]

Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist

Í mong ár hevur bústaðarmynstrið í Føroyum verið rættiliga einsháttað, og nærum allar búeindir hava verið sethús. 94 prosent av øllum búeindum í Føroyum eru sethús, og bert 4 prosent eru íbúðir.

Hyggja vit eftir bústaðarmynstrinum í Danmark eru 39 prosent av øllum búeindum íbúðir og 39 prosent sethús. Tó eru áleið 750 íbúðir bygdar í Føroyum seinastu 13 árini. Tað bendir á, at bústaðarmynstrið er í ferð við at broytast.

Lítil ivi er um, at tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Við at byggja enn fleiri íbúðir fáa vit ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum í størri mun nøktar tørvin hjá okkum føroyingum.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

27 Leygardagur 29. oktober 2022

Búsetur útbyggir dagstovnin á Hamrinum

Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður nú útbygdur fyri 57 milliónir krónur

(Mynd: Torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð samtykti í vikuni einmælt at játta 57 miljónir til nú at gera útbyggingina av dagsstovninum á Argjahamri. Tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur koma aftrat, umframt felagsøki, køkur og starvsfólkarúm.

Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður nú útbygdur. Ætlanin við Dagstovninum á Hamrinum er broytt síðan í fjør til tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur, felagsøki og køk, og starvsfólkarúm í miðjuni í bygninginum.

Støddin er umleið 1.297 fermetrar, seks stovur tilsamans. Samlaði kostnaðurin er um 57 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

28 Leygardagur 29. oktober 2022

Frá fiskivinnu til orkuvinnu

Fiskivinnusamtakið Christian í Grótinum hevur latið tilboð inn at keypa 56 prosent av partapeninginum í Orkufelagnum, sum eigur Magn

Christian í Grótinum samtakið ger stóra íløgu í føroyska orkuvinnu (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Týskvøldið í hesi vikuni visti orkan.fo at siga frá, at eitt føroyskt íløgufelag hevði givið tilboð uppá partabrøvini hjá íslendska felagnum Skel í Orkufelagnum, sum eigur Magn. Talan var um at rinda 147,3 milliónir krónur fyri knapp 50 prosent av felagnum.

Mikudagin visti so Útvarpið at siga frá, at talan er um fiskivinnusamtakið Christian í Grótinum, sum er áhugað í at keypa meirilutan av partabrøvunum í Orkufelagnum.

Sambært ÚF hevur Christian í Grótinum samtakið bjóðað umleið 170 mió. kr. fyri 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum, sum tvær íslendskar fyritøkur í dag eiga.

Hetta er tó undir ávísum treytum eins og at Kappingareftirlitið góðkennir  keypið.

[object Object]Vindmyllurnar hjá Magn í Flatnahaga (Mynd: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

29 Leygardagur 29. oktober 2022

Nógv hava stuðlað við olju til Leguhúsið

Síðst í august sóknaðist Kirkjuliga Heimamissiónin eftir stuðli at gjalda oljurokningina, og meira enn 250.000 krónur eru komnar inn

Leguhúsið í Nesvík (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri tveimum mánaðum síðani boðaði Kirkjuliga Heimamissiónin frá, at oljan var blivin so dýr, at tey høvdu tørv á hjálp at kunna gjalda orkurokningarnar fyri Leguhúsið í Nesvík.

Ein innsavning varð sett í verk, har møguligt var at stuðla við eini upphædd til keyp av olju, og tað hava nógv valt at gjørt, skrivar Trúboðin.

Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini sigur, at tey hava fingið meira enn 250.000 krónur inn.

– Samlaða fíggjarætlanin varð løgd við einum undirskoti á 358.000 krónur í ár. Tá vóru 250.000 krónur settar av til olju, men prísirnir vórðu so høgir, at har kom at mangla nógv í. Tí er tað serliga gleðiligt, at tað gekk so skjótt at røkka málinum at fáa undirskotið á oljukontoni vekk, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

30 Leygardagur 29. oktober 2022

Magn nýggja orkugoymslu í Søldarfirði

Runavíkar kommuna og orkufelagið Magn arbeiða við eini ætlan at fyrireika nýggja orkugoymslu á havnarlagnum í Søldarfirði

Umboð fyri Magn og Runavíkar kommunu hittast í sambandi við fyrireiking av nýggjari orkustøð í kommununi (Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Treytað av at býráðið góðkennir ætlanarfráboðanina, millum Runavíkar kommunu og Pf. Magn, fer felagið at fyrireika eina nýggja orkugoymslu á havnarlagnum í Søldarfirði – niðanfyri gomlu tangarnar frá seinra heimsbardaga.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu og skrivar m.a.: 

- Eftir drúgva tilgongd hittust partarnir á gomlu havnarskrivstovuni í Søldarfirði í morgun, og skrivaðu undir eina avtalu, sum verður grundarlag undir einum nýggjum leigusáttmála partanna millum. Finn Jakobsen og Gunnar Mohr umboðaðu Pf. Magn, meðan kommunan var umboðað av borgarstjóranum, býarverkfrøðinginum og havnarmeistaranum.

Fyri einum stórum ári síðan gjørdu kommunan og Pf. Effo eina átøka avtalu, og síðan er grótfylla løgd suður frá bryggjuøkinum á staðnum. Nakað av fyllu skal til afturat fyri at bæði feløgini kunnu rúmast á nýplaneraða økinum. Landsbyggifelagið og tekniska deildin hjá kommununi fyrireika annars tann partin av verkætlanini, sum er kommununar partur .

Ein orsøkin til útbyggingarnar er sjálvandi hon, at tangarnir frá stríðsárunum eru farnir at eldast, og í ætlaðu nýbyggingini verður lagt upp fyri teimum broytingum í orkunýtslu, sum ivaleyst fara at taka seg upp í framtíðini. Tangarnir hjá bretska hervaldinum, sum Føroya løgting eigur, vóru annars fyrireikaðir í gerðinum hjá Peturi úti á Bø í 1942 og longu í september mánaða í 1943 vóru bretar og føroyskir arbeiðsmenn lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar, har ið brennievni skuldi goymast til sameindu herskipini.

Undirritaða avtalan er nú sett á skrá og verður viðgjørd í nevndum og verður síðan sett á skrá til býráðsfundin hósdagin hin 3. november. Ætlanin er í næstum at skipa fyri borgarafundi í Søldarfirði um málið, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

31 Leygardagur 29. oktober 2022

Ongin koyring um Eiðisskarð í vetur

Vegurin verður ikki saltaður ella ruddaður. og tí verða forboðsskelti nú sett upp

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ikki koyrandi um Eiðisskarð í vetur. Landsverk hevur tikið avgerð um at steingja fyri almennari ferðslu fram til 1. mai.

Orsøkin er, at vegurin ikki verður saltaður ella ruddaður fyri kava hetta tíðarskeiðið. Undantak verður tó givið til koyring hjá Vitatænastuni og hjá røktingarfólki í økinum, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

- Tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni, hóast ávaringarskelti, um at einki vetrarhald er, hevur staðið uppi. Nú verður eisini skelti sett upp, ið merkir ongin gjøgnumkoyring, skrivar landsverk.fo. 

Vegurin er einsporaður og kann vera vandamikil at koyra á, tá hann ikki verður saltaður og ruddaður fyri kava. Hendir eitt ferðsluóhapp, er tað sera torført at koma hesum til hjálpar, tí tað er so smalt og hartil vánaligar arbeiðsumstøður hjá Landsverki og átakseindunum í økinum.

Tó at nógv fólk ynskja at koyra hendan vegateinin í vøkru náttúruni, meta Landsverk og løgreglan tað vera alneyðugt at steingja vegin um Eiðisskarð fyri gjøgnumkoyring í vetrarhálvuni.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

32 Leygardagur 29. oktober 2022

Sethúsaprísir í 2022 hægri enn í 2021

Eftirspurningurin er enn stórur, og framsýningar eru fleiri enn áður, siga tey í Betri Heim. Men fólk eru varnari

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sethúsaprísirnir í triðja ársfjórðingi 2022 eru lægri enn í øðrum ársfjórðingi - men hægri enn í 2021. Av tí at talið av sølum hvønn ársfjórðing er avmarkað, kunnu prísirnir sveiggja nógv millum ársfjórðingarnar. Ábendingar eru tó um, at stóru príshækkingarnar vit hava sæð seinastu árini, eru um at hæsa av á hesum sinni. 

- Eftirspurningurin er enn stórur, og framsýningar eru fleiri enn áður, men fólk eru varnari nú. Hetta sæst aftur í sølunum og í sølutíðarskeiðinum, sum í dag er longri enn áður. Áhugavert verður at fylgja gongdini komandi tíðina fyri at síggja, um príslækkingin í triðja ársfjóðingi er eitt vanligt útsveiggj, ella talan er um at rentu- og príshækkingar byrja at síggjast aftur í sethúsaprísunum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Í miðal kostaðu eini sethús í Føroyum 2,6 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi. Hetta er nærum 200.000 krónur lægri enn miðalprísurin í øðrum ársfjórðingi, men 13 prosent hægri enn miðalprísurin í triðja ársfjórðingi 2021. 

Í Tórshavn var miðalprísurin í triðja árfjórðingi 4,1 milliónir krónur, meðan miðalprísurin í 2021 var 3,7 milliónir krónur. 

Miðalprísurin í Klaksvík higartil í ár er 2,9 milliónir krónur, meðan miðalprísurin í 2021 var 2,2 milliónir krónur. Miðalprísurin í triðja ársfjórðingi er 2,7 milliónir krónur.

Í Eysturoynni er miðalprísurin higartil í ár 2,1 milliónir krónur, meðan miðalprísurin í 2021 var 1,9 milliónir krónur. Miðalprísurin í triðja ársfjórðingi er 1,8 milliónir krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

33 Leygardagur 29. oktober 2022

Húsini hjá Mikkjali Sørensen í Suðurgrønlandi brend í grund

86 ára gamli viðingurin er óskalaður og hevur tað gott. Hann ætlar at byggja húsini uppaftur

(Mynd: Tórður Mikkelsen / Við Tóri á túri)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Úr Grønlandi frættast tey keðiligu tíðindi, at sethúsini hjá viðinginum Mikkjali Sørensen úti í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi brunnu í grund fyrr í vikuni. Tað skrivar Facebooksíðan “Við Tóri á túri” nú ein dagin.

Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum var á vitjan hjá 86 ára gamla Mikkjali Sørensen av Viðareiði í fjør, og í útvarpsendingum greiddi hann frá lívinum sum einabúgvi í 57 ár.

Tíbetur er Mikkjal óskalaður og hann hevur tað gott. Tað skilst, at eldur kom í av petroliumsovninum. Mikkjal er kortini ikki fallin í fátt. Tvørtur ímóti. Hann ætlar sær at byggja húsini uppaftur, skrivar “Við Tórði á túri”.

Sethúsini, sum nú eru uppkolað, eru vinstrumegin á ovaru myndini. Høgrumegin er seyðhúsið, og har ætlar Mikkjal at innrætta seg til hann hevur fingið húsini uppaftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

34 Leygardagur 29. oktober 2022

The Tarv er ársins matstova í ár

Sambært matguide’ini “Faroe Best” er Roks ársins gjøgnumbrot innan føroyska matstovuvinnu

(Mynd: The Tarv á Instagram)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bestu matupplivingarnar sambært matguide’ini Faroe Best eru nú avdúkaðar. Og tað eru matstovurnar og fólkini við tilknýti til Gist & Vist-samtakið, sum fara við flestu heiðrbrøvunum.

Tað er Bent Christensen, íðin matkennari og útgevari av Den danske Spiseguide í nógv ár og Faroe Best hesi seinastu árini, sum stendur fyri tilnevningunum og metingunum av matupplivingunum, ein kann fáa á matstovunum.

Ongin galladøgurði verður í ár, har handanin av heiðursbrøvunum verður avdúkað. Sum skilst er hetta orsakað av tvørrandi áhuga frá føroysku matstovuvinnuni.

Í staðin skuldi avdúkingin vera í sambandi við galladøgurðan, sum Den danske Spiseguide skipar fyri komandi sunnudag á matstovuni HimmeRiget í Farsø.

Men tað er longu avdúkað, hvørjir føroysku vinnararnir verða. Og sigast má, at tað eru støðini undir veingjabreiðinum hjá Gist & Vist, ið eru best umboðað her.

Ársins matstova í Føroyum er í ár The Tarv grillmatstovan í Vágsbotni í Havn – hin tilnevnda matstovan var Roks. Bent Christensen hevur áður fleiri ferðir gjørt vart við, at hesin heiður ikki neyðturviliga verður latin tí bestu matstovuni, tí so er vandi fyri, at tað kann verða tann sama á hvørjum ári. Heiðurin verður heldur latin matstovuni, ið onkursvegna hevur tikið seg mest fram, tað seinasta árið.

Tá tað kemur til ársins gjøgnumbrot, so verður tað Roks, sum vinnur henda heiður í kapping við matstovuna Bistro, sum er matstovan á Hotel Hafnia. Roks í Fútastovu er lítlasystirin hjá Koks, ársins matstovu í fjør, sum nú er flutt til Grønlands, sum kunnugt.

[object Object]
Nikolaj Gunnarstein

[object Object]
Petrine Nólsoy (Savnsmynd: Súsanna Smith Johansen)

[object Object]
Karin Visth (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ársins kokkur er ein hálvføroyingur, sum er næstovasti á nógv róstu matstovuni hjá Dyvig Badehotel á Als í Suðurjútlandi, nevniliga Nikolaj Gunnarstein. Hann kappaðist við tveimum øðrum, Torstein Olsen og Wi Ousana, leiðara á The Tarv.

Ein matstovuprofilur er eisini kosin. Tað er Petrine Nólsoy, sum eisini arbeiðir á The Tarv.

Karin Visth, matstovuleiðari á Roks og Ræst verður kosin ársins sommelier, sum er víntænari.

Hinar virðislønirnar eru hesar:

Ársins ‘apetizer’ (matarlystvekjari av føroyskum uppruna: Roks
Ársins smyrjibreyð (‘danish style’): Essan
Ársins fiskur & skeljadjór + ræst: Ræst
Ársins kjøtmatstova: The Tarv
Ársins vín & avec: Roks
Ársins gistingarhús við matstovu: Hotel Føroyar 

Les eisini: Besta smyrjibreyð fæst í Miðvági

Vinnararnir í fjør: Faroe Best: Koks er ársins matstova í Føroyum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

35 Leygardagur 29. oktober 2022

Eir í Ólavsstovu fór av stað við øllum

Filmurin "Sálarkvøl" gjørdist stóri vinnarin á ársins Geytakvøldi – hetta er fjórðu ferð, at báðar virðislønir fara til sama film

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var ársins handan av Geytavirðislønini á skránni í Norðurlandahúsinum, og eins og undanfarin ár, skuldu tvær virðislønir latast – Geytin og Áskoðaravirðislønin. 

Runavíkar kommuna lat 40.000 krónur til Geytavinnaran, og Tórshavnar kommuna lat 30.000 krónur til vinnaran av Áskoðaravirðislønini.

Hetta var annað árið á rað, at til bar at fylgja við handanini í sjónvarpinum, og hetta gjørdist eisini annað árið á rað, at ein vinnari fór av stað við øllum.

Filmurin "Sálarkvøl" hjá Eir í Ólavsstovu vann nevniliga bæði Áskoðaravirðislønina og Geytan.

"Sálarkvøl" er ein heimildarfilmur, sum Eir í Ólavsstovu hevur gjørt um vinkonu sína, listakvinnuna Elin Josefinu Smith, sum eisini hevur verið at sæð í Kringvarpinum.

Hetta er fjórðu ferð í søguni hjá Geytavirðislønini, at ein vinnari fer av stað við báðum virðislønum. Tað hendi eisini í 2014 ("Skuld", Heiðrikur á Heygum), 2016 ("Et knæk", Andrias Høgenni), og í 2021 ("Handanland", Barbara Lervig).

13 filmar vórðu sendir inn til Geytan í ár, og av teimum valdi dómsnevndin seks filmar at vísa á Geytakvøldinum.

Umframt "Sálarkvøl", vóru filmarnir hesir:

  • Ver Her – Maria Winther Olsen
  • Tokskinnarin – Terji Mohr
  • Typiskt - Sølvi Næs Hoydal
  • Steinbíturin - Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
  • Nonstop - Sølvi Næs Hoydal


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2022

36 Leygardagur 29. oktober 2022

Nýggj bók um Leirvíksmálaran

Forlagið Sprotin gevur í dag út eina stóra og prýðiliga bók um listamálaran, Jóannes Kristiansen

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Forlagið Sprotin hevur sent út eina stóra og prýðiliga bók um listamálaran, Jóannes Kristiansen – Leirvíksmálaran – sum livdi frá 1918 til 1988.

Sprotin skrivar soleiðis um Leirvíksmálaran:

Jóannis Kristiansen livdi á mangan hátt í útisetu. Sum ungur maður leitaði hann til Danmarkar, har hann búsetti seg tað, ið eftir var av ævi sínari. Hann vitjaði trúfastur aftur í Føroyum næstan á hvørjum ári, og hann málaði í Leirvík aftur og aftur. 

Seinastu 25 árini av lívi sínum kundi Jóannis Kristiansen liva av at mála. Hesin eyðmjúki listamaðurin var ikki rættiliga partur av nøkrum listaumhvørvi, hvørki í Danmark ella í Føroyum. Hjá Jóannisi Kristiansen vóru afturvendandi ferðirnar til heimlandið neyðugar, um hann skuldi halda fram við at mála. Við upplivingunum í viðføri hevði hann ráevnið til at mála: Løtuna, ljósið og myndevnið sum ein endurkastara.

Føroyska veðrið er oftast grátt og vindsamt, afturfyri er ljósið óvanliga bjart, tá ið sólin skínur. Føroysk listafólk lýsa oftast tað eyðkenda doðaveðrið, men Jóannis Kristiansen gjørdi sólarljósið til sítt evni. Har eru nógv fleiri góðveðursdagar, har sólin stendur høgt á luftini, av sløttum sjógvi og stillum døgum í hansara list, enn føroyska veðrið hevur at bjóða. Hann avkannar sær daprar og dramatiskar gerandismyndir aftur fyri friðsælar huglagsmyndir av landslagnum, oftast við einari bygd, ið er baðað í sól í klárari ella támutari luft. Tí er úrslitið oftast nógv mildari aftur ímóti føroyskum landslagsmálningum yvirhøvur.

Í Føroyum, her hav og himmal møtast ytst í havsbrúnni, ræður blái liturin og kláru og skæru brigdini í honum, tá ið sólin skínur. Harafturímóti eru moldlitirnir døkkir og mettaðir í sovorðnum lýsi. Djúpgrundin (hellurnar) er brún og grasið grønt og gróðrarmikið. Hvør árstíð, hvør mánaður, næstan hvørt veðurlag hevur sítt egna lýsi, og tað fekk Jóannis Kristiansen við í málningarnar. Hann royndi at mála tað skiftandi lýsið á løriftið: litirnar í sólini, endurskin hennara og lýsið í luftini sjálvari. Litirnir broyttu seg eftir, hvussu lýsið fall yvir myndevnið, og úrslitið av tí er, at lýsi og litur renna saman í eitt ljósspæl.

Starvsfelagin Ingálvur av Reyni segði um vinmann sín:

”Kavamyndir hansara vóru so klárar, at tú blindaðist næstan, men tí milda seinnapartslýsinum, sum sveipar seg um bygdina, hevði hann eisini skil fyri og málaði tað so inniliga sum kanska eingin annar.”


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

37 Leygardagur 29. oktober 2022

Heiðrik á Heygum sniðgevur jólafrímerkini

Heiðrik á Heygum sniðgevur jólafrímerkini frá Posta, sum komu út í vikuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umframt jólafrímerkini kemur eisini eitt frímerkjaark út við heitinum “Føroysk mineral og grótsløg”, og ársins jólamerki fáast somuleiðis til keyps nú.

Óslípaðir gimsteinar
Hyggja vit nærri at gráa grótinum birtist eitt hav av flottum litríkum og spennandi mineralum í storknaða gosgrýtinum. Tey sjónskastu mineralini eru teir hvítu soðsteinarnir og kvartsmineralini. Hesi vøkru mineralini úr Føroyum hava gjøgnum tíðirnar verið savnað og víst fram á grótsøvnum um allan heim.

[object Object]

Tey bæði mineralini á frímerkjaarkinum eru kalsitt (kálkspatt) og kopar. Kalsittkrystallið er partur av savni, sum Edna Einarson eigur, meðan Johan Virgarsson hevur funnið sjáldsama stóra koparkrystallið í einum grótbroti í Suðuroy.

Útgávan er løgd til rættis í samstarvi við Jarðfeingi.

Jól og advent
Ársins jólafrímerki mynda ávikavist ein adventskrans og eitt jólatræ - bæði við livandi kertiljósum. Um íblásturin sigur listamaðurin, Heiðrik á Heygum soleiðis:

– Jólini eru siðbundin, afturlítandi, nostalgisk og tætt hjartanum. Tí helt eg, tað var hóskandi at lýsa jólasiðirnar við einum siðbundnum brái, har eg samstundis fagni visuellu stílunum hjá Williami Heinesen og Elinborg Lützen.

[object Object]

[object Object]

Jólamerki til jólapostin
Listamaðurin, Bárður Dal Christiansen hevur sniðgivið ársins jólamerki, sum hevur heitið “Jólaleikur_v.22a”. Hetta er eitt sonevnt samklipp av søguligum myndum, tekningum og grafikki, sum á ein sýraðan og øðrvísi hátt mynda klassiska jólaleikin.

Avlopið av søluni av jólamerkjaarkinum fer til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum.

[object Object]

Frímerkjaárbók
Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.

Frímerki og jólavørur fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo, har eisini ber til at lesa áhugaverdu greinarnar um frímerkini.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

38 Leygardagur 29. oktober 2022

Orkuframtíðin: Risastór vindmylnulund eystan fyri Føroyar

Tiðin er komin til at umhugsa og umrøða orkutørv og orkuframleiðslu í Føroyum eftir 2030, og kann ein risastór flótandi vindmylnulund eystan fyri Føroyar vera ein møguleiki

Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, helt framløgu um orkumøguleikar til havs, á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var ein av visiónunum hjá menningarleiðaranum á SEV, Terja Nielsen, tá hann hevði framløgu á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík herfyri. Evnið varð, hvussu vit kunnu útvinna orku úr havinum her í Norðuratlantshavi. 

Kring okkum í bæði Noregi, Danmark, Týsklandi, Niðurlondum og Bretlandi eru vindmylnulundir til havs vorðnar alt meira áhugaverdar, tí her fæst mest burtur úr vindorkuni. Eisini hjá næsta granna okkara, Hetlandi, eru tey farin at raðfesta havvindmyllur. 

SEV, sum gongur undan saman við fleiri øðrum aktørum, at menna grønu orkuna í Føroyum, vil fegið hyggja longur fram enn til 2030, tá vit hava sett okkum sum mál at vera 100 prosent grøn á elorkuøkinum.

[object Object]

Á heimasíðuni skrivar SEV m.a.:

- Visiónin er at vera 100 prosent sjálvbjargin í mun elorku á landi í 2030, við øðrum orðum leys av olju í mun til framleiðslu av streymi til húsarhald, stovnar og vinnuvirksemi, herundir eisini flutning og upphiting av húsum og vinnubygningum.

Fyri at røkka hesum máli, hevur SEV síðani 2014 arbeitt eftir eini útbyggingarætlan, sum støðugt verður eftirmett og dagførd í mun til framrokningar av mettum elorkutørvi í Føroyum.

Higartil hevur útbyggingarætlanin bert fevnt um orkuna á landi, men skulu vit verða sjálvbjargin á sjógvi eisini, tvs. við brennievni til skip og bátar, so røkkur verandi útbyggingarætlan ikki.

Fyribils framrokningar vísa, at skulu vit í Føroyum framleiða brennievni sum t.d. vetni (hydrogen), ammoniak ella metanol, verður neyðugt við eini fleirfalding av elorkuframleiðsluni. Talan er um so stórar útbyggingar av grønu framleiðsluni, at tað neyvan kann gerast á landi.

Í tí sambandi hava SEV og Umhvørvisstovan lagt fram nakrar tankar um, hvørt ein loysn kundi verið ein stór sjóvindmyllulund í føroyskum sjóøki, eystanfyri Føroyar.

Menningin innan flótandi vindmyllur er stór, og saman við góðu vindviðurskiftunum og stóra økinum eystanfyri Føroyar er ikki óhugsandi, at vit kundu bygt eina stóra flótandi vindmyllulund, sum umframt at veita orku til Føroyar, kundi útflutt vindorku til eitt nú Hetland og Bretland og møguliga til boripallar í økinum við føroyska markið.

Føroyski tørvurin á elorku fram til 2040, eisini við framleiðslu av alternativum brennievni til skip, er fyribils mettur at liggja um umleið 3-4  TWt, og møguleiki hevði tí eisini verið at útflutt elorku til eitt nú Hetland og Bretland, umframt boripallar í økinum, um áhugi var fyri tí.

Tankarnir, ið vóru lagdir fram á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi, umfataðu eina stóra flótandi vindmyllulund eystanfyri Føroyar á 2 GW, við eini leystligari mettar framleiðslu á umleið 12 TWt, umframt eitt kaðalsamband til td. Hetland og/ella Bretland, sum kundu keypt ein part av framleiðsluni.

Ein slík verkætlan er risastór og hevði sjálvsagt skula verið framd í norðurlendskum ella altjóða samstarvi.

- Hetta er ein av allarhelst fleiri møguligum loysnum, og enn eru hetta bert tankar, men vit eiga longu nú at hugsa um, hvussu vit ætla at tryggja føroysku orkuskipanina í árunum eftir 2030, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, sum legði fram á ráðstevnuni í Reykjavík, á verkstovu, sum Kári Mortensen, leiðari á deildini Orka á Umhvørvisstovuni, stóð fyri skrivar SEV á síni heimasíðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

39 Leygardagur 29. oktober 2022

Stórar havvindmylnulundir í umbúnað í Danmark

Donsku feløgini Ørsted og CIP eru farin undir samstarv at menna 5,2 gigawatt av havvindorku í Danmark

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein støðugur og alt meira týðandi partur av grøna orkuskiftinum í okkara parti av heiminum er menning av vindorkuni tað veri seg á landi og til havs. Hetta er gongdin bæði í Norra, Danmark og Bretlandi. 

Í farnu viku varð eisini nomið við framtíðar vindorkumøguleikar í Norðuratlantshavi, tá menningarleiðarin hjá SEV helt fyrilestur um møguleikan at menna havvindorku í eitt nú føroyskum øki í framtíðini. 

Í Danmark fyllur havvindorka longu sera nógv í grøna orkukjakinum og sæst hetta aftur eitt nú í sambandi við fólkatingsvalið. Har snýr kjakið seg eisini um antin orka frá vindyllum skal koma frá útbyggingum á  landi ella til havs ella bæði tvey. 

Tveir av størstu aktørunum á orkuøkinum í Danmark, stórfyritøkan Ørsted (fyrrv. Dong) og íløgufyritøkan CIP, Copenhagen Infrastructure Partners eru farnir í eitt samstarv, har teir vilja útbyggja vindorkuna til havs við einki minni enn 5,2 gigawattum í fýra ymsum verkætlanum. Hetta skrivar Søfart. 

Í eini fráboðan frá feløgunum ætla tey at seta ferð á grøna orkuskiftiið við at menna havvindídnaðin og fara undir eitt vinnu- og útflutningsævintýr innan Power-to-X, sum m.a. fevnir um framleiðslu av grønum vetni og grønum brennievnum við vindorku sum grundarlag.  

Feløgini vilja troyta loyvis-skipanina “Open Door” og hava peikað út fýra øki í Danmark at útbyggja havvindorkuna. Verkætlaninar eru bæði í Norðsjónum og í Eystrasalti. 

Tá hesar útbyggingar gerast veruleiki fara tær at tvífalda verandi havvindorku. Danmark hevur leingi gingið á odda innan grøna orkuskifitð og her ikki minst tá talan er um varandi orku frá vindmyllum á landi og til havs.

Nýggja samtakið við Ørsted og CIP, sum eru tey við flestu royndum á havvindorkuøkinum, ætlar at fara í gongd sum skjótast og miðjar ímóti, at tær fýra havvindorkuætlaninar gerast veruleiki í 2027 og 2028. Tær skulu so stuðla uppundir tær verkætlaninar, sum danski staturin hevur sett í gongd á havvindorkuøkinum og harvið hjálpa til at røkka málinum at minka CO2 útlátið í 2030 við 70 prosentum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

40 Leygardagur 29. oktober 2022

Banna sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum í ES í 2035

Í góð 10 ár aftrat ber til at keypa nýggjar bensin og dieselbilar í ES. Men heldur ikki longur.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hava ES londini gjørt av. Sølan av nýggjum bilum riknir við bensini og dielsel verður rætt og slætt bannað frá 2035.

Tað hevur ES nevndin tikið avgerð um. Hetta verður gjørt fyri at steðga útlátinum av CO2, og skal tað vera við til at minka um veðurlagsbroytingarnar.  Samtíðis gerast bilarnir eisini bíligari, og harvið verða uppaftur fleiri før fyri at keypa sær ein nýggjan bil, sum ikki lekur CO2 út í umhvørvið. 

Í vikuni kom út ein nýggj frágreiðing um framtíðar veðurlagsútlitini og sambært henni stendur ikki væl til, tá hugsað verður um framhaldandi og vaksandi útlát. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

41 Leygardagur 29. oktober 2022

Heimurin má raðfesta veðurlagsbroytingarnar

ST aðalskrivarin sigur, at vit nærkast eini veðurlagsvanlukku og tí mugu vit sum ongantíð fyrr raðfesta veðurlagsbroytingarnar

COP27 veðurlagsráðstevnan verður hildin í Egyptalandi í november
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í november verður veðurlagsráðstevnan COP27 hildin í Egyptalandi. Undan ráðstevnuni sigur aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, at vit nærkast eini veðurlagsvanllukku, og tí má alt gera fyri at seta tiltøk í verk, sum kunnu bøta um støðuna.

Hetta sigur hann í eini samrøðu við BBC. Hann heldur, at vit hava lyndi til at undirmeta avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sum aftur kann koma okkum álvarsliga aftur um brekku taka vit ikki støðina í størsta álvara.

Á komandi veðurlagsráðstevnuni fara heimsins lond at umrøða veðurlagsbroytingarnar og hvat kann gerast fyri at venda gongdini, ið er við taka okkum á bóli við ógvusligum veðurlagsbroytingum kring heimin.

Guterres kemur í samrøðuni inn á altjóða trupulleikar so sum inflatiónina, russisku innrásina í Ukraina og høgu orku- og matvøruprísirnar.

- Vit mugu fáa veðurlagsbroytingarnar á aftur dagsskránna í altjóða kjakinum og umrøðuni sigur hann  og minti á, at vit mugu ikki gloyma avtaluna í París í 2015 um at halda hitavøkstrinum undir 1,5 stig fyri harvið at kunna forða fyri ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.

Hann sigur seg vóna at síggja bæði Charles III kong av Bretlandi og nýggja forsætisráðharrain Rishi Sunak til ráðstevnuna í Egyptalandi.

Hann heitti eisini á USA og Kina um at arbeiða saman á ráðstevnuni og segði, at heimurin hevur brúk fyri teirra leiðslu fyri at røkka málunum. Í august segði Kina, at tað fór at gevast við hesum samstarvinum, eftir at ein leiðandi amerikanskur politikari hevði vitjað Taiwan.

- Hetta er mest týðandi málið í okkara livitíð og eingin hevur rætt til at ofra altjóða veðurlagstiltøk av politiskum orsøkum.

- Vit mugu siga sannleikan. Og hann er, at veðurlagsbroytingarnar hava so stórar avleiðingar fyri ávís øki og lond, at tær mugu sigast at vera altoyðileggjandi.

Heimsins stjórnir mugu lata 100 mia. dollarar til triðja heimin at fíggja stríðið móti veðurlagsbroytingunum, tí hann megnar tað ikki einsamallur. Menningarlondini eru tey, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingunum og her ikki minst Pakistan, sum herfyri varð rakt av vatnflóð skapt av veðurlagsbroytingum.  

Guterres helt fyri, at ein eyka skattur á vinningin hjá olju- og gassfeløgum kann hjálpa til at finna ta fíggingina, sum skal til fyri at hjálpa menningarlondunum. Og hann heitti á lond um ikki at gera fleiri íløgur í fossila orku og heldur brúka íløgurnar til at menna varandi orkuna.

Guterres heitti á heimsins ungdóm um at vera partur av stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Samrøðan kemur stutt eftir, at ein nýggj frágreiðing er gjørd um støðuna í heiminum, tá tað um veðurlagsbroytingar ræður. Hon sigur m.a., at í 2021 var metár fyri útláti av veðurlagsgassum og her ikki minst metan, sum ongantíð hevur verið so høgd.

Hann minti á, at á COP27 fara londini, sum bundu seg til at fremja broytingar á COP26 í Glasgow, vónandi at kunna vísa á ítøkilig úrslit til tess at koma veðurlagsbroytingum til lívs við m.a. at steðga burturbeining av skógunum eins og at steðga nýtsluni av fossilum brennievnum eins og at kunna játta menningarlondunum fígging at røkka veðurlagsmálunum.

Kelda BBC

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

42 Leygardagur 29. oktober 2022

Noreg biðjur Nato um hjálp móti herverki á oljupallar

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur heitt á Nato um at fáa hernaðarliga hjálp til at verja infrakervið í Noregi her serstakliga olju- og gasspallar og -støðir kring landið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Henda áheitan kemur í kjalarvørrinum á herverkinum móti tveimum gassleiðingum í Eystrasalti fyri nøkrum vikum síðani. Tá varð gitt, at Russland stóð aftanfyri, men tað er tó ongantíð prógvað. USA og Russland hava skuldsett hvønn annan at hava ábyrgdina.

Síðani hava dronur verið sæddar nógva staðni í norskum øki kring týðandi gassleiðingar og olju- og gassstøðir. Norska løgreglan hevur eisini handtikið fleiri russar, sum uttan loyvi hava flogið við dronum. 

Orkukreppan, sum hevur tikið seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina, er vorðin til eina orkutrygdarkreppu, har leiðarar í Vesturheiminum bera ótta fyri, at Russland hevur ætlanir um at gera seg inn á orkuinfrakervið í eitt nú Norra, sum er vorðið mest týðandi útflytari av gassi til Evropa.

Nú er málið vorðið so mikið álvarsamt, at norski forsætisráðharrin hevur heitt á Natolond sum Bretland, Frakland og Týskland um hernaðarliga hjálp til tess at tryggja infrakervið, sum hevur so stóran týdning fyri veitingartrygdina til nettupp hesi lond.

[object Object]Norski forsætisráðharrin heitir á Nato um hjálp at forða herverkið móti olju- og gasspallum. 

Í Noregi verður nú eisini tosað um at áleggja veitingarskipum í frálandsvinnuni at hava til uppgávu eisini at hava eftirlit við russiskum skipum og dronuvirksemi nærhendis offshore installatiónir. 

Norskir myndugleikar kanna í løtuni fleiri dronuhendingar kring gassleiðingar.

Í Noregi bera tey annars ótta fyri, at russisk fiskiskip longu hava kortlagt gass- og oljuleiðingar á norska landgrunninum við nettupp við tí fyri eygað, tá høvi býðst, at fremja herverk og harvið kunna steðga norsku orkuveitingunum til Evropa.

Eisini í Føroyum eru fólk farin at spyrja, um mongu russisku fiskiskipini, ið eru í føroyskum sjógvi, eisini hava til uppgávu at kanna havbotnin og teir samskiftiskaðalar, sum tryggja samband millum Føroyar og umheimin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

43 Leygardagur 29. oktober 2022

Siumut yvirhálar IA á valinum týsdagin

Føroysk kanningarfyritøka hevur gjørt veljarakanning í Grønlandi upp til fólkatingsvalið

Alt bendir á, at tær verða afturvaldar til fólkatingið, men hesaferð verður Aki-Mathilde Høegh-Dam (t.v.) fyrstvald, vísir kanning sum grønlendska deildin hjá spyr.fo hevur gjørt (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eisini í Grønlandi týðir alt upp á, at tað verður afturval til fólkatingsvalið.

Tað vísir ein spildurnýggj veljarakanning, sum grønlendska kringvarpið, KNR, kunnger í dag. Kanningin er gjørd av Aperaa.gl, sum er grønlendska deildin hjá føroysku kanningarfyritøkuni Spyr.fo hjá Allan Dalsgaarð.

Men hóast talan er um afturval, so verða verða stórar flytingar til fólkatingsvalið í Grønlandi í ár.

Tí nú verður Siumut aftur størsti flokkur við 41,8 prosentum, meðan Inuit Ataqatigiit fellur niður á 24,0 prosent. Á fólkatingsvalinum í 2019 gjørdist IA størstur við 34,4 prosentum, meðan Siumut fekk 30,3 prosent. Siumut er javnaðarflokkur og samstarvar við Socialdemokratiet á Fólkatingi. IA liggur longur til vinstru, og samstarvar við SF.

Demokratarnir verða sambært kanningini hjá aperaa.gl triðstørsti flokkur í Grønlandi við 16,2 prosentum.

Kanningin varð gjørd mánadagin, tá 578 veljarir vórðu spurdir. 

IA og Siumut hava sitið á grønlendsku fólkatingssessunum síðan 1998, skrivar knr.gl.

Við valið í Grønlandi er ongin ivi um, hvørji eru høvuðsvalevni hjá teimum ymsu flokkunum. Tí verða tað eisini núverandi limirnir, Aki-Matilda Høegh-Dam fyri Siumut og Anja Chemnitz, ið verða valdar. Tær standa til at fáa 87 og 74 prosent av atkvøðunum á listunum hjá ávikavist Siumut og IA.

Um 41.000 grønlendingar hava valrætt. Kanningin vísir, at nógvir grønlendingar enn ikki hava tikið støðu til hvønn tey fara at velja. Heili 27 prosent svara, at tey ikki hava tikið støðu, so tað er framvegis nógvar atkvøður at stríðast um. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

44 Leygardagur 29. oktober 2022

Moderatarnir standa til at blíva triðstørst

Hvørki reyði ella blái blokkurin fáa meiriluta sambært nýggjari veljarakanning – júst støðan, sum Lars Løkke Rasmussen fór eftir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Lars Løkke Rasmussen og nýggi flokkur hansara, Moderaterne, standa til at fáa eitt gott val, og koma á fólkating við 11,5 prosent av atkvøðunum á fólkatingsvalinum um eina viku.

Tað vísir ein veljarakanning hjá Voxmeter, sum Ritzau kunngjørdi týsdagin.

Tríggjar dagar frammanundan lógu tey moderatu á 8,8 prosentum, meðan flokkurin fyri einum mánaði síðani stóð til akkurát at klára upp um tinggátt við 2,4 prosentum.

Tey 11,5 prosentini í nýggjastu kanningini svara til 21 limir í fólkatinginum, og verður tað úrslitið, so merkir tað, at hvørki reyði ella blái blokkurin fær meiriluta.

Tað er júst tann støðan, sum Lars Løkke fór eftir. Hann ynskir at skipa stjórn tvørtur um miðjuna – nakað, sum einans sosialdemokratarnir og tey radikalu eisini hava tosað um.

Sambært nýggju kanningini fáa reyðu flokkarnir 83 limir í fólkatinginum og bláu flokkarnir 71.

Meðan tað gongur framá hjá teimum moderatu, so gongur tað framvegis niður á bakka fyri tey konservativu.

Flokkurin hjá Søren Pape Poulsen stendur nú til at fáa 6,0 prosent av atkvøðunum afturímóti 6,7 prosentum fyri trimum sødum síðani.

Harvið liggja tey konservativu til at fáa eitt verri val enn 2019, tá borgarligi flokkurin fekk 6,6 prosent.

Eisini tey radikalu eru í andróðri sambært kanningini. Flokkurin stendur til at fáa 3,8 prosent, og minkar niður í eina helvt í mun til seinasta val, skrivar Ritzau.

Teir størstu flokkarnir síggja framvegis út til at gerast sosialdemokratarnir og vinstriflokkurin við ávikavist 25,0 og 13,2 prosentum av atkvøðunum.

Moderati flokkurin er triðstørst, meðan SF við 9,6 prosentum sær út til at gerast fjórstørstur á valinum 1. november.

Dansk Folkeparti og Alternativet fáa sambært nýggju kanningini ikki umboðan á fólkatingi. Dansk Folkeparti fær í kanningini 1,9 prosent og Alternativet 1,7 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

45 Leygardagur 29. oktober 2022

Rishi Sunak nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi

Hann var tann einasti, sum megnaði at fáa stuðul frá 100 tjóðartingslimum, áðrenn freistin var úti mánadagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin varð boðað frá, at fyrrverandi bretski fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak hevði vunnið formansvalið í konservativa flokkinum, og er hann sostatt eisini nýggjur bretskur forsætisráðharri.

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at hann var tann einasti, sum megnaði at tryggja sær stuðul frá í minsta lagi 100 konservativum tinglimum.

Einasta mótvalevnið var Penny Mordaunt, forkvinna í undirhúsinum, men hon megnaði ikki at fáa stuðul frá 100 tinglimum, áðrenn freistin var úti klokkan tvey.

Rishi Sunak verður triði bretski forsætisráðharrin í sjey vikur, eftir at Boris Johnson fór frá fyrst í september, og Liz Truss í farnu viku boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær.

Rishi Sunak verður fyrsti bretski forsætisráðharrin við suðurasiatiskum uppruna. Rishi Sunak er 42 ára gamal og føddur í Southampton. Foreldur hansara eru av indiskum uppruna, og komu tey til Bretlands úr Eysturafrika í 1960unum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

46 Leygardagur 29. oktober 2022

Hákun West av Teigum til Füche Berlin

Skal avloysa danska Hans Lindberg á høgra vongi í týska stórfelagnum

Hákun West av Teigum í landsydsi móti Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn ein ungur føroyskur landsliðsleikari í hondbólti er á veg til heimsins sterkastu hondbóltskapping, Bundesliguna.

Tað er Hákun West av Teigum.

TV2 skrivaði týsdagin, at Hákun verður avloysari, tá danski veteranurin, 41 ára gamli Hans Lindberg gevst tá hetta kappingarárið endar.

Hákun West av Teigum hevur í løtuni fast pláss á liðnum hjá Skanderborg Aarhus. Sáttmálin við Skanderborg Aarhus er galdandi til summarið 2024, men sambært TV2 Sport er ein klausulur í sáttmálanum, sum ger, at hann kann flyta til Berlin longu komandi summar.

Umframt Hans Lindberg, spæla í løtuni tríggir evnaríkir danskir landsliðsleikarar við Füche Berlin, Mathias Gidsel, Jacob Holm og Lasse Andersson.

Hákun av Teigum sjálvur hevur enn hvørki játtað ella avsannað tíðindini um, at hann skal spæla í týska stórfelagnum komandi ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

47 Leygardagur 29. oktober 2022

Hákun í hopla í evropeiskum elddópi

Føroyski landsliðsvongurin gjørdist toppskjútti við heili ellivu málum, tá Skanderborg Aarhus vann við trimum málum

Hákun West av Teigum var stóri leikarin í søguliga sigrinum hjá Skanderborg Aarhus (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danska felagið hjá føroyska landsliðsleikaranum Hákun West av Teigum, Skanderborg Aarhus, spælir í ár fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping.

Í play-off umfarinum var danska liðið omaná móti svenska Kristianstad, og týskvøldið spældi Hákun West av Teigum sín fyrsta dyst í evropeiskum bólkaspælið, tá Skanderborg Aarhus vitjaði í Norðurmakedonia. Har gjørdi Hákun veruliga bart. Vongurin skoraði ellivu mál og varð greiður toppskjútti í dystinum, ið útiliðið vann við trimum málum: 27-30.

Harvið lærdu teir hjá Eurofarm Pelister veruliga føroyska landsliðsleikaran at kenna, og hoyvíkingurin hevur ikki gjørt sína framtíðarstøðu verri. Í European League-bólkaspælinum eru 24 lið - fýra bólkar við seks liðum í hvørjum.

Í bólki D er millum annað eisini Füche Berlin. Týska liðið vann við ellivu málum á ukrainska Motor, sum 1. november skal spæla ímóti Hákun og Skanderborg Aarhus.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

48 Leygardagur 29. oktober 2022

Fýra kvinnulandsdystir í næstum

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti ávikavist Íslandi og Kosovo um vikuskiftið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag og í morgin spælir kvinnulandsliðið í hondbólti tveir venjingardystir móti Íslandi.

Fyrri dysturin verður í Høllini á Skála í dag klokkan 18, og seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin klokkan 16.

Dystirnir móti Íslandi eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo, sum verða hósdagin 3. november og leygardagin 5. november. Hesir dystirnir verða leiktir í býnum Istog í Kosovo. Vinnarin yvir hesar tveir dystirnar skal spæla tveir play-off dystir móti hægri styrkismettum landi í viku 14 og 15 komandi vár.

Landsliðsvenjararnir arbeiða í løtuni við hesum bruttohópinum og verða 16 leikarar úttiknir til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo.

Málverjar:
1. Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster
2. Rakul Wardum, Ajax København
3. Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71

Útileikarar:
4. Ingibjørg Olsen, ÍBV
5. Rannvá Olsen, VÍF
6. Jana Mittún, H71
7. Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
8. Maria Halsdóttir Weyhe, H71
9. Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
10. Súna Krossteig Hansen, Ajax København
11. Marita Mortensen, H71
12. Elsa Egholm, H71
13. Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
14. Natasja Hammer, Haukar
15. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
16. Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
17. Guðrið á Borg, H71
18. Brynhild Pálsdóttir, H71
19. Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
20. Pernille Brandenborg, Randers HK
21. Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
22. Sára Jacobsen, H71
23. Brynja Høj, Neistin
24. Petra Larsen, Neistin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

49 Leygardagur 29. oktober 2022

H71-kvinnurnar spæla heima ímóti Slavia Prag

Dystirnir verða leiktir í Høllini á Hálsi 3. og 4. desember

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hoyvíkskvinnur spæla báðar EHF Europa Cup-dystirnar ímóti Slavia Prag í Føroyum fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.

Dystirnir millum kvinnurnar hjá H71 og Slavia Prag verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 3. desember og sunnudagin 4. desember. Enn er ikki greitt nær.

At báðir dystirnir verða spældir í Føroyum er úrslitið av tingingunum millum umboð fyri H71 og tjekkiska stórfelagið, ið hava verið, síðani lutakastið í farnu viku paraði liðini bæði í triðja umfari í ársins útgávu av EHF Europa Cup-kappingini.

Bæði H71 og Slavia Prag vunnu seg sannførandi úr øðrum umfari í kappingini, har H71 spældi báðar dystirnar í Eysturríki og vann samanlagt 59-43 á SC Ferlach, og Slavia Prag spældi báðar dystirnar á sínum heimavølli og vann samanlagt 71-36 á ísraelska Holon HC.

Tí passar tað sera væl, at tað í hesum umfarinum verða H71-kvinnurnar, ið fáa dystirnar í Føroyum, og vónandi eisini fáa góðan stuðul frá bæði sínum fjepparum og føroyskum hondbóltsáhugaðum yvirhøvur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

50 Leygardagur 29. oktober 2022

Dagfinn og Áki døma finalurnar á Tórsvølli

Í dag er stóri finaludagurin – fótbóltssambandið hevur nú útnevnt dómararnar

Áki Leitisstein Hansen hevur dømt fleiri dystir í bestu kvinnudeildini - sunnudagin dømdi hann sín fyrsta dyst í bestu mansdeildini (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verða Dagfinn Forná og Áki Leitisstein Hansen, ið hava ábyrgdina av, at alt fer rætt fram, tá steypafinalurnar í fótbólti verða avgreiddar í kvinnu- og mansdeildini.

Í dag, leygardagin 29. oktober, verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur.

Og nú er greitt, at tað verður Áki Leitisstein Hansen, ið skal døma finaluna hjá kvinnum. Afturat honum verða Petur Páll Hentze og Jógvan Breckman hjálpardómarar, og fjórði dómari verður Heini Viðoy.

Dómari í finaluni um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, verður Dagfinn Forná. At hjálpa sær á síðulinjunum fær hann Jan Hermansen og Niklas Petersen, og fjórði dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og HB, byrjar klokkan 15, og klokkan 19 fara menninir hjá KÍ og Víkingi á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

Atgongumerki til steypafinalurnar fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Fyrrapartin í dag vóru áleið 3.300 atgongumerki seld.

Kelda: fsf.fo 

[object Object]Dagfinn Forná skal døma finaluna um Løgmanssteypið (Savnsmynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

51 Leygardagur 29. oktober 2022

Meistararnir høvdu málveitslu í Klaksvík

Avgreiðsluspurningur við Djúpumýrar. KÍ hølvaði Skála av 8-0

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sást frá byrjan, at klaksvíkingar als ikki ætlaðu at geva niðurflytarunum av Skála nakrar gávur. Longu tá 19 minuttir vóru leiktir var 4-0, og Páll Andrasson Klettskarð átti seinasta fótin á øllum málunum.

Í seinna hálvleiki komu fýra mál. Eitt dreymahøgg frá Árna Frederiksberg, og skot frá Deni Pavlovic og Jóannes Bjartalíð, og til síðst var Páll Andrass Klettskarð aftur á máltalvuni.

[object Object]

Punktum er sett fyri eitt framúr kappingarár hjá KÍ, sum hevur tikið metið hjá HB við flest stigum eitt kappingarár. KÍ endar við 77 stigum, og metið hjá HB í 2018 var 73 stig.

KÍ - Skála 8-0 (4-0)
5’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
9’ Pall Andrasson Klettskarð 2-0
13’ Páll Andrasson Klettskarð 3-0
19’ Páll Andrasson Klettskarð 4-0
55’ Árni Frederiksberg 5-0
64’ Deni Pavlovic 6-0
70’ Jóannes Bjartalíð 7-0
88’ Páll Andrasson Klettskarð 8-0

B68 - B36 1-0 (1-0)
36’ Steffan Løkin 1-0

Víkingur - EB/Streymur 4-0 (1-0)
45’ Sølvi Vatnhamar 1-0
59’ Jákup Johansen 2-0
60’ Martin Klein 3-0
71’ Sølvi Vatnhamar 4-0

HB - NSÍ 3-1 (1-1)
15’ Rani Sørensen 1-0
45’ Jørgen Nielsen 1-1 (br.)
71’ Daniel Johansen 2-1 (br.)
74’ Stefan Radosavljevic 3-1

07 Vestur - AB 1-1 (1-1)
33’ Gunnar Reynslág 0-1
55’ Mads Borchers 1-1

Betri deildin menn, úrslit 2022

1. KÍ 77 stig (FM)
2. Víkingur 58 stig (silvur)
3. HB 55 stig (bronsa)
4. B36 38 stig
5. EB/Streymur 35 stig
6. B68 30 stig
7. 07 Vestur 29 stig
8. AB 29 stig
9. NSÍ 21 stig (niðurflyting)
10. Skála (niðurflyting)

[object Object]

[object Object]

[object Object]Tvífaldir føroyameistarar. Kvinnuliðið hjá KÍ vann FM fyrr um dagin. Mennirnir sítt 20. og kvinnurnar sítt 22. í 2022 (Myndir: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

52 Leygardagur 29. oktober 2022

ÍF og TB flyta upp

Tað verða fuglfirðingar og tvøramenn sum koma upp í Betri deildina hjá monnum at spæla

(Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fuglfirðingar og tvøramenn flyta upp í Betri deildina hjá monnum at spæla kappingarárið 2023.

ÍF tryggjaði sær uppflytingina fyri nøkrum vikum síðani, men hjá TB bleiv tað ikki fyrr í seinasta umfari, at avgerðin endaliga fall. TB flytir upp við betri málmuni enn sandoyingar, sum vóru í góðum stima seinastu tíðina.

TB hevur ikki vunnið seinastu seks dystirnar á rað, og tapti eisini seinasta dystin móti Undrinum 3-2. Tvøramenn kunnu tí vera glaðir fyri góða málmunin, sum tryggjar teimum uppflytingina.

B71 hevði vunnið seinastu seks dystirnar undan seinasta umfari, og við sigri á ÍF megnaðu sandoyingar at koma upp á javnt við TB við 52 stigum, men tað var ikki nokk.

Næstbestu liðini hjá NSÍ og 07 Vestur flyta niður í 2. deild.

Úrslitið 1. deild menn

1. ÍF 56 stig
2. Víkingur II 55 stig
3. TB 52 stig
4. B71 52 stig
5. KÍ II 46 stig
6. Undrið 4 stig
7. HB II 33 stig
8. B36 II 27 stig
9. NSÍ II 15 stig
10. 07 Vestur 8 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2022

53 Leygardagur 29. oktober 2022

Gullrúsur við Løkin

Kvinnurnar hjá KÍ fingu sunnudagin gullheiðursmerki um hálsin og tóku ímóti steypinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ kvinnurnar tryggjaðu sær FM fyri lítlum mánað síðani, men sunnudagin var seinasta umfar, og liðskiparin Sanna Svarvadal og hinar á KÍ-liðnum fingu gullið um hálsin.

Seinasti dysturin í ár var móti NSÍ, og KÍ vann 3-1.

Fleiri av trúføstu áskoðarunum vóru við Løkin seinnapartin, og frøin var ikki at taka feil av. 

Hetta fjórða árið á rað at KÍ er meistarar, og hetta er 22. meistaraheitið hjá klaksvíkskvinnum.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

54 Leygardagur 29. oktober 2022

Jákup á Borg toftamaður næstu trý árini

B68 hevur gjørt sáttmála við Jákup á Borg í trý ár. Hann megnaði at halda toftamonnum uppi í Betri deildini

Jákup á Borg aftaná dystin móti NSÍ, sum tryggjaði B68 plássið í Betri deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B68 hevur gjørt sáttmála við Jákup á Borg fyri næstu trý árini sum høvuðsvenjari av besta mansliðnum. Hesum boðar felagið frá í kvøld.

Tað var eftir, at Øssur Hansen í mai mánaði segði seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B68, at Jákup á Borg tók yvir. Tá høvdu toftamenn bara fimm stig og lógu aftast í deildini.

Greiða uppgávan hjá B36-legenduni var, at B68 skuldi yvirliva.

Og Jákup á Borg greiddi setningin, tí B68 megnaði at yvirliva við 30 stigum, og endaði enntá a sætta plássið í deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

55 Leygardagur 29. oktober 2022

Jasper van der Heyden leingir við 07 Vestur

Belgiski spælarin, sum kom til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum, hevur longt sáttmálan við einum ári

Jasper van der Heyden og venjarin Michael Schjønberg (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kappingarárið í fótbólti endaði leygardagin, men í 07 Vestur eru tey longu í gongd við at fyrireika næsta kappingarár.

Sunnudagin kunngjørdi felagið, at Mathias Voss heldur fram í Vágum, og týskvøldið boðar 07 Vestur frá, at belgiski Jasper van der Heyden, hevur longt sín sáttmala.

Jasper van der Heyden kom úr KÍ til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum, og hevur styrkt álopspartin hjá vágamonnum.

Í fyrsta dystinum móti AB skoraði hann tvey mál í 3-3 dystinum. Jasper van der Heyden hevur skorað níggju mál í ár, og hann er við í tí mesta, sum hendir fram eftir vøllinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2022

56 Leygardagur 29. oktober 2022

Voss heldur fram í Vágum

07 Vestur heldur fast við Mathias Voss til næsta kappingarár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur, og nú kunnu tey fegnast um, at danin heldur fram.

Mathias Voss kom til 07 Vestur hetta kappingarárið og hevur sett síni fingramerki á bæði álopsspælið og verjuspælið hjá 07 Vestur. Tað er serliga ferðin, sum ofta hevur argað mótstøðuleikarar. Og nógv góð innlegg er tað blivið til.

20 ára gamli leikarin er skrásettur fyri 28 dystir og 1 mál í ár.

07 Vestur fekk 29 stig í bestu deildini í ár. Tað er tað mesta, sum vágamenn hava fingið í Betri deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2022

57 Leygardagur 29. oktober 2022

07 Vestur heldur fast við Obbekjær

Vágamenn leingja við enn ein dana

Daniel Obbekjær og Michael Schjønberg, høvuðsvenjari (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur hevur seinastu dagarnar boða frá, at bæði Mathias Voss og Jasper Van Der Heyden halda fram næsta kappingarár.

Og nú verður boðað frá, at miðverjin Daniel Obbekjær, sum kom til felagið miðskeiðis hetta kappingarárið eisini heldur fram næsta kappingarár.

- Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum, sigur 07 Vestur.

Daniel Obbekjær úr Odense var heilt yviri í Kanada og vendi, áðrenn hann kom til 07 Vestur. Hann hevur evnini sum fáur, og hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, frá U16 til U19.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022

58 Leygardagur 29. oktober 2022

Jákup N. Olsen aftur til Fuglafjarðar

Eftir at hava verið á Skála í ár hevur málverjin gjørt avtalu við ÍF til næsta kappingarár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

ÍF boðar í vikuni frá, at Jákup N. Olsen hevur valt, aftur at umboða barndómsfelagið ÍF næstu tvey kappingarárini.

- Við hesi avdúkingini, kunnu vit av sonnum siga, at ÍF komandi ár, eru fantastiska væl stillaðir á málmanspostinum, við tveimum klassa málmonnum, siga uppflytararnir í Fuglafirði.

Um Jákup kann í stuttum sigast, at hann sambært Faroesoccer, hevur hóast unga aldur sín, leikt 66 dystir í fremstu føroysku deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2022

59 Leygardagur 29. oktober 2022

Mikkjal Hellisá hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

20-ára gamli verjuleikarin, ið hevur spælt 66 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, spælir eisini fyri EB/Streym í 2023

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

20 ára gamli verjuleikarin Mikkjal Hellisá hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri kappingarárið 2023.

- Í Mikkjali hava vit ein sera evnaríkan verjuleikara, sum vit síggja stórt potentiali í. Hann leikti sín fyrsta dyst í betrideildini sum 16 ára gamal, og higartil er tað blivið til 66 dystir fyri Betrideildar liðið hjá okkum. 

Í 2019 varð Mikkjal kosin ársins stjørnuskot í felagnum. Vit gleðast um, at Mikkjal hevur valt at halda fram og gleða okkum til komandi ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

60 Leygardagur 29. oktober 2022

Nýggj nevnd skal reisa NSÍ aftur

Karstin Joensen úr Klaksvík er nýggjur formaður í NSÍ. Øll tann gamla nevndin legði frá sær

(Mynd: NSÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klaksvíkingurin Karstin Joensen verður nýggjur formaður í NSÍ. Tað er greitt aftaná eykaaðalfundin, sum var í kvøld.

Undan fundinum var greitt, at formaðurin seinastu árini, Dánial Hansen, ikki helt fram, og eisini varð kunnað um, at øll í fráfarandi nevndini trektu seg.

Víst var á ein bólk, sum stillaði upp sum ein samlað eind. Einki mótboð var, og aðalfundurin tók einmælt undir við valinum, sigur NSÍ.

Nýggja nevndin skipaði seg beinavegin:
Karstin Joensen, formaður
Andrias Lamhauge, næstformaður
Annika Due Jacobsen, peningarøkil
Bárður Højgaard, skrivari
Tanja Huneck, nevndarlimur
Dan Lamhauge og Oddvør Jacobsen eru valdir eykalimir

- Nýggi formaðurin í NSÍ tók orðið og vísti á, at tað er nú, at tørvur er á at standa saman. Neyðugt er við øllum góðum kreftum í felagnum, og tað er at fegnast um, at øll í fráfarandi nevnd hava játtað seg til ymiskar uppgávur í arbeiðsbólkunum, sum nú verða skipaðir undir starvsnevndini, sigur NSÍ í fráboðan.

Nýggja nevndin fer beinanvegin undir at fyrireika komandi kappingarárið hjá felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2022

61 Leygardagur 29. oktober 2022

FSF víðkar landsliðsvirksemið

Sum partur av arbeiðinum at menna fleiri landsliðsspælarar, verður virksemið hjá FSF víðkað í næstum, til eisini at hava U16-landslið

Yngri parturin av U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í ár tók lut í UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvey størv sum landsliðsvenjarar hjá ávikavist U16- og U17-landsliðunum við gentum, og U16- og U17-landsliðunum við dreingjum eru nú leys at søkja.

Í 2020 fingu øll limalondini í FIFA møguleikan at vera við í einari kanning, ið hevði til endamáls at greina, hvussu lond skipa sína menning av ungdómsleikarum. Slagorðini vóru: “Giving every talent a chance”.

Úrslitið av kanningini er ein frágreiðing upp á 148 síður, við nøkrum staðfestingum – og við ítøkiligum tilmælum til Fótbóltssamband Føroya um, hvussu arbeiðið kann mennast enn meira.

– Út frá hesum tilmælum hava vit viðgjørt, hvussu vit best kunnu flyta føroyskan fótbólt við støði í FIFA greiningini, og eru komin til ta niðurstøðu, at vit fara at víðka okkara landsliðsvirksemi við U16, og at seta venjarar at varða av menningini av hesum aldurbólkinum.

– Endamálið við at víðka landsliðsarbeiði við U16-landsliðum, er at skapa karmar fyri at fleiri spælarar fáa landsliðsroyndir, og sum heild at hava landsliðs-pyramiduna breiðari í longri tíð. Væntandi fer hetta eisini at menna spælarar úti í feløgunum, og at vera til gleði og gagn fyri føroyskan fótbólt, sigur tekniski stjórin í FSF, Pætur Clementsen.

Leikluturin hjá venjarunum verður tvíbýttur. Umframt at vera venjari hjá U16- og U17-landsliðunum, skulu viðkomandi venjarar eisini hava eitt regluligt samskifti við venjingarumhvørvið í feløgunum kring landið, har spælararnir eru dagliga.

– Hetta verður gjørt fyri at stuðla lokalu venjarunum í at leggja gerandisdagin hjá spælarunum tilrættis, so hesi hava so góðar fortreytir sum yvirhøvur tilber at mennast. Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í rúma tíð, og tí er gleðiligt at vit loksins eru komin har til, at lýsa størvini leys, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2022

62 Leygardagur 29. oktober 2022

Skíðítrótt á Sornfelli fær betri umstøður

Ætlanin er millum annað at slætta lendið og soleiðis gera breytina betri at skíða á

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skíðfelagið Fjalir og Tórshavnar kommunu hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, sum fevnir um víðari menning, útbygging og rakstur av hentleikum og skíðumstøðum á Sornfelli.

Fjalir er skíðfelag í menning og við stórum ætlanum um skíðbreytina á Sornfelli.

Millum arbeiðini, ið ætlanin er at fremja næsta árið, er at slætta lendið og soleiðis gera breytina betri at skíða á. Eisini er ætlani at leingja breytina.

Harumframt er ætlanin at úvega nýggjar skíðliftir og sum røkka longri tein enn verandi, so at upplivingin gerst enn betri.

Sornfelli er væl egnað til skíð. Har er lætt at koma til frá Oyggjarvegnum, og um veturin er arktiskt veðurlag. Kavin liggur tí leingi, og royndirnar eru, at í til at standa á skíðum millum 40-60 dagar hvønn vetur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2022

63 Leygardagur 29. oktober 2022

Kurvabóltur: Fríði í Geil Jensen nýggjur landsliðsvenjari

Kurvabóltssamband Føroya hevur sett Fríða í Geil Jensen í starv sum landsliðsvenajra hjá kvinnum. Fyrsta uppgávan hjá kvinnunum verður at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í 2023

Fríði í Geil Jensen (Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kurvabóltssamband Føroya hevur sett Fríða í Geil Jensen í starv sum landsliðsvenjara hjá kvinnum.

Hesum boðar sambandið frá.

Fríði í Geil Jensen er 32 ára gaml og hevur sjálvur umboðað landsliðið hjá monnum í fleiri ár.

Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulandsliðið verður tikið út, og fyrsta uppgávan verður at umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey næsta summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2022