Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 06. Jan 2024 | Nr. 1 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Hóndbóltsmenninir stóðu sjóroyndina

SíÐa 34

1 Leygardagur 06. Jan 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvør tekur sær av toskinum?

(GG! Tøl rættað 8. januar í mun til upprunagreinina, sí niðast í greinini)

Hvør skal bjarga toskinum á føroyska landgrunninum? Umsitingin av stovninum megnar ikki at forða fyri, at stovnurin minkar alsamt á hvørjum ári.

Tað vísa nýggjastu veiðitølini fyri tosk, har tað nú er staðfest, at skipini í 2023 einans megnaðu at fiska um 5.500 tons, sum er ein brøkpartur av tí, tey plagdu at fiska. Fyri 20 árum síðani vórðu millum 20.000 og 40.000 tons av toski fiskað á landgrunninum.

Fiskifrøðin hevur í áravís rópt varskó og sagt, at vit ikki kunnu halda fram við núverandi skipan. Men frøðingarnir koma ikki ígjøgnum við sínum viðmælum og ynskjum um veruligar avmarkingar av fiskiskapinum til tess at bjarga toskastovninum frá oyðing.

Tað tykist alt meira greitt, at tað er okkurt heilt galið við skipanini, sum hon virkar í løtuni. Og ongin vilji er til at gera nakað við trupulleikan, hvørki í vinnuni ella frá politiskari síðu.

Hetta kom nokkso greitt fram í sjónvarpaðari tíðindasending hjá Kringvarpinum í vikuni, tá stórreiðarin staðfesti, at tað als ikki loysir seg at fiska við partrolarum undir Føroyum í dag. Orsaka av fislaloysi. Loysnin sambært stórreiðaranum var heldur at fiska við størri skipum og við fleiri trolum!

Nú vita vit ikki, um reiðarin varð spurdur um hvat gerast kann fyri at bjarga toskastovninum. Hann fekk í hvussu so er ikki høvi til at svara upp á tað.

Men tað ljóðar ræðandi, tá einasta loysn í løtuni er at seta størri skip – sterkari veiðiorku – inn. Tá trupulleikin er, at stovnurin longu er ovfiskaður.

Stórreiðarin hevur eitt flakavirki við nógvum starvsfólkum, sum skal rekast, og hansara áhugi er, sum skilst, at fáa fatur á so nógvari rávøru, sum gjørligt. Sektin í um stovnurin er í vanda fyri at doyggja út. Hann velur heldur løtuvinningin enn at ynskja trupuleikan loystan. Spell at hann ikki vildi ella fekk loyvi at fyrihalda seg til alarmerandi støðuna, sum toskastovnurin er í.

Tað gerst meira og meira greitt, at tað er fiskidagaskipanini, sum tað er galið við. Dagarnir verða skerdir á hvørjum ári, men trýstið á stovnin minkar ikki. Landsstýrismaðurin sigur seg nú seta serlig tiltøk í verk – vil skerja dagatalið við 20 prosentum, sum er meira enn vanligt, men frøðin sigur, at tað ikki er nóg mikið til at bjarga toskinum.

Tá er tað, at vit hava hug at spyrja: Vil politiska skipanin standa modell til, at toskastovnurin á føroyska landgrunninum tilvitað verður ovfiskaður og oyddur?

Ella er tað sum við so nógvum øðrum viðurskiftum í føroyskum politikki, at vit vilja heldur lata standa til, og so vóna at “det grejer sig i sjøen”. Í vónini um at náttúran fer at koma við sínari egnu bjarging? Ella til ongin fiskur er eftir, og tá heldur ikki longur er møguleikar fyri at forða fyri at øll vinnan fer á húsagang?

Sum stjórin á Havstovuni segði hetta sama kvøldið í sjónvarpinum: Vit hava vitað í yvir tíggju ár, at føroyska fiskivinnan ikki er burðardygg – og so leingi sum hon ikki er tað, so fæst heldur ikki ein burðardyggur búskapur burtur úr fiskivinnuni. At veita ugga við at geva teimum neyðstøddu skipunum eina makrelkvotu sum kompensasjón loysir einki – annað enn at útseta pínuna.

Hetta er ikki haldbært.  

--

(Tølini fyri toskafiskiskapin eru rættað í mun til upprunagreinina. Vit skrivaðu, at fiskað vórðu 40.000 tons í 2023 í mun til at árliga miðaltali plagdi at vera 100.000 tons. Hetta eru tølini fyri allan botnfiskiskapin. Í 2023 vórðu fiskað góð 5.500 tons av toski á landgrunninum. Takk til tykkum, ið hava gjørt okkum varug við mistakið)

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4026

    Lisnar síður: 9178

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 06. Jan 2024

Víkingagarður á Skipanesi

Hósdagin skrivaðu Pf. Egilsgarður og Runavíkar kommuna undir sáttmála um sølu/keyp av víkingagarðinum, sum felagið átti

Tilgjørd mynd hjá Hanusi Jacobsen í Syðrugøtu / runavik.fo
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri nakað nógvum árum síðan fór sálaði advokaturin, Poul Hansen, undir eina ætlan um at fáa føroyingum ein víkingagarð til vega. Ætlandi skuldi hann setast upp omanfyri bygdina í Kvívík. Poul Hansen doyði frá ætlanini, áðrenn komið var á mál. Við deyða hansara kom stígur í málið, og ymiskar royndir hava verið gjørdar fyri at fáa hendur á garðin ella partar av honum.

Tað er nakað væl fráliðið, síðan Runavíkar kommuna gjørdist partur av málinum. Part av tíðini saman við øðrum, men á býráðsfundinum hin 2. november í ár samtykti býráðið einmælt at taka undir við samráðingarúrslitinum partanna millum. Keypið er nú avgreitt.

Í 2021 keypti Runavíkar kommuna ognina Skipanes frá Jóni Konoy. Ongin ávís ætlan var við keypinum, men táið málið um víkingagarðin tók seg upp, var tað hildið hóskiligt, at júst hendan ognin var hin rætta at seta ein víkingagarð, um tey fingu hendur á honum.

Skipanes er niðursetubygd, men menn ivast ikki í, og navnið ber tað við sær, at Tróndur í Gøtu hevur havt sínar bátar og skip síni liggjandi her, heldur enn við brimplássini hinu megin Eiði. Ognarviðurskiftini í økinum eru nú tey, at Runavíkar havn eigur atløgubryggjuna, Runavíkar kommuna jørðina, Gøtu Fornminnafelag eigur matr. no. 5, har hildið verður at Tróndarneyst hevur staðið, og festini Fløturnar, Gøtuseyður og Bøseyður eiga fjøruna.

Hetta er ein íløga í mentan og søgu, men ongin ivi er um, at ein víkingagarður á Skipanesi fer at lynna undir ferðavinnuna í økinum. Nú fer kommunan undir at leggja verkætlanina í eina skipan, sum ger, at garðurin fær ætlaða virðið fyri allar føroyingar. Tað hevur verið umráðandi fyri seljara og keypara, at víkingagarðurin, sum Poul Hansen fyrireikaði, verður settur upp sum ein heild, ella á leið soleiðis sum ein víkingagarður hevur sæð út frá landnáminum og frameftir.

Ongin víkingagarður er í Føroyum, tí leitaði Poul Hansen sær ráð í Íslandi, har fleiri garðar eru av hesum slagnum, og harvið handverkarar sum duga handverkið, táið tað snýr seg um handverk av hesum forna slagnum.

Tíðindaskriv frá Runavíkar kommunu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2024

3 Leygardagur 06. Jan 2024

- Tey ungu vilja uttanlands at lesa  

- Ein orsøk til vendu gongdina kann vera, at útlandið er meira lokkandi hjá teimum ungu, men hugsast kann eisini, at útboðið av útbúgvingum í Føroyum ikki er ment nóg mikið seinnu árini

Oyrasundskollegiið og Danmark freistar nú aftur ungar føroyingar, ið ætla at leita sær víðari útbúgving (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Ein kanning, sum Hægri Nám á Glasi hevur gjørt millum øll triðja árs lesandi á gymnasialum miðnámi í Føroyum, vísir millum annað, at tey ungu heldur vilja sleppa uttanlands at lesa víðari, enn at lesa víðari í Føroyum.  

Kanningin er gjørd í sambandi við Markleys Útbúgving tiltakið 25. oktober í fjør, har triðja árs lesandi á gymnasialum miðnámi høvdu høvi at kunna seg um møguleikarnar fyri víðari lesnaði, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Ein partur av kanningini snúði seg um, hvar tey ungu vilja lesa. Sambært kanningini eru tað nú færri enn 20 prosent, sum ynskja at lesa í Føroyum, meðan næstan 58 prosent vilja til Danmarkar at lesa. 

Glasir hevur gjørt slíka kanning bæði í 2014 og 2017 og nú aftur í 2023. Í 2014 ynsktu á leið 30 prosent av teimum ungu at lesa í Føroyum, meðan 43 prosent søgdu seg vilja til Danmarkar. Í 2017 ynsktu umleið 40 prosent, at lesa í Føroyum, meðan 36 prosent søgdu seg vilja fara til Danmarkar.

Í ár er rákið so aftur vent, soleiðis at færri ynskja at lesa víðari í Føroyum, men heldur vilja uttanlands og serliga til Danmarkar at lesa.

[object Object]
Finn Jensen, dekanur á hægri námi á Glasi

Talan er um stórar broytingar, sum hava stóra ávirkan á samfelagið sum heild, um tey ungu gera, sum tey siga í kanningini.

- Í 2017 hevði tað positiva ávirkan á fólkavøksturin í Føroyum, at so nógv valdu at lesa í Føroyum. Um tølini í hesari kanning gerast til veruleika, so fer tað at at vera við til at bremsa fólkavøkstrinum í Føroyum, sigur Finn Jensen, dekanur á Hægri Námi á Glasi, ið hevur staðið fyri kanningini.

Hetta er óheppið, serliga tí talan er um ung fólk millum 18 og 22 ár, sum fara av landinum. Ein orsøk til vendu gongdina kann sjálvandi vera, at útlandið er meira lokkandi hjá teimum ungu, men hugsast kann eisini, at útboðið av útbúgvingum í Føroyum ikki er ment nóg mikið seinnu árini.

Kanningin vísir eisini á smærri broytingar í lestrarvalinum hjá teimum ungu. T.d. er væl minni áhugi fyri at fara at lesa í Bretlandi nú enn áður, meðan onnur norðurlond hava vaksandi áhuga millum tey ungu sum lestrarland.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

4 Leygardagur 06. Jan 2024

Starvsfólk hjá Atlantsflogi á ákærubonkin fyri at smugla rúsevni

Viðkomandi skal hava gjørt sær dælt av fyrimuninum at vera starvsfólk og sleppa inn á "airside" øki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways skal í næstum í rættin fyri at í fleiri førum hava smuglað hassj til Føroya.

Tað sæst í ákæruriti, sum Frihedsbrevet.fo hevur fingið innlit í.

Viðkomandi skal hava gjørt sær dælt av "airside" atgongdini, har bara ferðafólk og starvsfólk kunnu vera. Tað vil siga økið, tá ein er komin gjøgnum security.

Í ákæruritinum verða fýra hendingar nevndar: 6. apríl 2023 skal ákærdi persónurin hava smuglað 128 gramm av hassji. 5. februar 2023 skal viðkomandi hava smuglað minst 150 gramm av hassji. 14. mars 2023 skal ákærdi hava givið trý gramm av hassji víðari til ein ónevndan persón. Og 30. mars skal viðkomandi hava givið trý gramm til ein ónevndan persón. 

Jóhanna á Begi, stjóri í Atlantic Airways vil ikki viðmerkja málið, men sambært Frihedsbrevet er talan um ein mann, og hann bleiv koyrdur úr starvi hjá flogfelagnum, tá hann varð handtikin.

Atlantic Airways krevur reina revsiváttan frá øllum sínum starvsfólkum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

5

Størv

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024
6 Leygardagur 06. Jan 2024

Margreta drotning letur trónuna frá sær

Í nýggjársrøðuni boðaði Margreta drotning frá, at hon letur trónuna frá sær 14. januar 2024, og at Fríðrikur krúnprinsur verður kongur

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hon helt gamlaárskvøld 52. nýggjárstaluna, og tað gjørdist eisini tann seinasta.

Margreta drotning boðaði í nýggjárstaluni frá, at hon letur trónuna frá sær.

Hon boðaði frá, at hon tann 14. januar 2024 leggur frá sær, og at Fríðrikur krúnprinsur tá verður kongur.

Margreta drotning er fødd 16. apríl 1940, og er 83 ára gomul. Hennara Hátign tók við í 1972, eftir at pápin, Fríðrik 9., andaðist. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2023

7 Leygardagur 06. Jan 2024

Tøkk til H.H. Margretu Drotning

Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk vil eg fegin takka Hennara Hátign Margretu Drotning fyri stóra ídnið og trúfestið sum drotning okkara í samfull 52 ár, sigur løgmaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá nýggjársrøðan hjá Aksel V. Johannessen varð tikin upp, visti hann ikki, at Margreta drotning fór at boða frá, at hon legði frá sær. Tí nevndi løgmaður hetta ikki í síni røðu, ið varð sent stutt eftir røðuna hjá drotningini.

Beint eftir kongaligu fráboðanina, sendi Landsstýrið út hesa fráboðan:

--

Í sambandi við at Hennara Hátign Margreta Drotning hevur valt at lata trónuna frá sær tann 14. januar 2024 til Hannsara Kongligu Tign Fríðrik Krúnprins, hevur Aksel V. Johannesen løgmaður fylgjandi heilsu:

“Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk vil eg fegin takka Hennara Hátign Margretu Drotning fyri stóra ídnið og trúfestið sum drotning okkara í samfull 52 ár.

Í einum heimi, sum støðugt er broyttur øll hesi árini, hevur Hennara Hátign Margreta Drotning verið ímyndin av støðufesti og tign.

Eg trúgvi, at eg tosi fyri flest allar føroyingar, tá eg sigi, at vit eru errin av at hava havt Hennara Hátign Margretu Drotning, sum drotning.”

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2023

8 Leygardagur 06. Jan 2024

Nýggjársrøða løgmans 2023

Tit, sum í kvøld syrgja, stríðast ella óttast tað, ið koma skal, kenna henda tvídrátt. Mátti hetta komandi árið borið tykkum ugga og vón. Máttu vit onnur sæð, hvussu vit best kunnu taka um tykkum – og veita hjálp og linna

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Góðu føroyingar

Kavaflykrurnar dalaðu spakuliga hetta stilla jólakvøldið í 1914.

Tær løgdust á skóg og svørð – og á teir mongu stríðsmenninar, sum lógu í skotgrøvunum á vesturhermótinum í Fraklandi.

Fyrri heimsbardagi herjaði, og bretar og fransmenn stríddust móti týskarum.

Bardagarnir vóru harðir. Men jólakvøld var friður. Hvør í sínari skotgrøv lógu hermenninir og bíðaðu.

Við eitt skar ein klár, týsk rødd ígjøgnum køldu luftina. Ein rødd, sum sang – við vaksandi megi.

So líðandi løgdust fleiri røddir aftur at sanginum. Á týskum, enskum og fronskum hoyrdist brátt sálmurin »Gleðilig jól« ljóma yvir sundurskotna lendið.

Við eitt reistist ein týskari. Fattur stóð hann har – mitt á hermótinum – og setti lívið í váða fyri vónina um menniskjaliga góðsku.

Eingin skeyt.

Í staðin reistust fleiri hermenn. Teir komu upp úr ymsu skotgrøvunum og heilsaðu. Teir spældu fótbólt í kavanum. Teir varnaðust, at argi fíggindin ikki var stórt øðrvísi enn teir sjálvir, tá ið samanum kom.

Framvegis hoyrdu teir til hvør sína sannføring. Framvegis vóru teir partur av hvør sínum hermóti. Men hesa løtuna sóu teir ikki tað, sum skilti teir. Í staðin møttust teir um tað, teir høvdu í felag.

***

Góðu føroyingar

Kríggj snýr seg um mørk. Um mørk ímillum lond og ímillum menniskju.

Men hendingin frá 1914 vísir, at hóast vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu verða sett, so kann menniskjalig góðska lata okkum hittast.

Og hesum er støðugt størri tørvur á.

Tí tað er eingin ivi um, at heimurin nú broytist.

Seinastu mongu árini hevur friður valdað í okkara parti av heiminum, og mørkini – millum lond og millum fólkasløg – hava verið kám.

Men nú, vit stíga inn í nýggja árið, eru tvey kríggj, sum eingin endi sæst á. Vit síggja ræðuleikar, sum ikki kunnu lýsast við orðum.

7. oktober var Ísrael fyri einum ótespiligum yvirgangsálopi. Tað, sum nú hendir í Gaza, er somuleiðis menniskjansliga ótespiligt. Vanlig fólk og børn í túsundatali hava latið lív. Eg havi ikki orð at lýsa ræðuleikarnar.

Og í Ukraina herjar kríggið við sama lag eftir skjótt tvey ár.

Herfyri var 25 ára gamla Alyona Fedotova, sum er flýdd úr Ukraina, í sjónvarpinum. Hon segði: »Eg eri heimleys. Eg havi einki arbeiði. Eg eri einsamøll. Havi mist familjuna. Fólk, eg eri góð við. Mítt land. Mítt heim.«

Í friðarligu Føroyum hava vit ilt við at skilja hesa sváru støðu.

Og í Russlandi verða menn og unglingar noyddir í kríggj, hóast teir – eins og hermenninir í 1914 – vita, at fíggindin ikki er stórt øðrvísi enn teir sjálvir.

Tað er ófatiligt, at menniskjan ikki verður klókari. Tað er óskiljandi, at kríggj og dráp halda á.

Hinvegin eru mørk, sum eru verd at stríðast fyri. Enntá at doyggja fyri. Hetta eru mørkini millum frælsi og ófrælsi. Millum ótta og tryggleika. Millum neyð og vælferð.

Tað er mín inniliga vón, at friður skjótt fæst í lag. At markið millum Russland og Ukraina verður virt. Og at mørk verða sett millum Ísrael og Palestina, sum báðir partar kunnu liva við – heldur enn kríggið, sum báðir partar nú doyggja við.

***

Men ringarnir av hesum kríggjunum breiða seg. Múrar verða aftur laðaðir millum lond. Stríðið um sannleikan er hart. Og tað sæst eisini her í Føroyum.

Tí samstundis sum mørkini verða herd í heiminum, fána tey á netinum. Tøknin er markleys. Vitlíki, sum er ársins orð, hevur longu yvirhálað okkum, langt áðrenn vit hava skilt, hvat tað er. Hvat tað kann.

Okkara fatanarevni røkka ikki til tað, sum nú hendir í talgilda heiminum.

Vitlíki ber okkum markleysar møguleikar. Ótrúligar og gagnligar møguleikar. Eitt nú hjálp til fólk við skerdum førleikum. Hjálp á heilsuøkinum. Ella við at avgreiða uppgávur eftir sekundum, sum gløggastu fólk brúka langa tíð til.

Vit skulu læra okkum at gagnnýta tað. At stýra tí. Og vit mugu brynja bæði okkum og børnini.

Tí alt, sum er markleyst, kann vera ein váði. Hava vit ikki mørk, er skjótt, at vit missa okkum sjálv.

Okkum tørvar til dømis mark ímillum tað, sum er satt, og tað, sum er ósatt. Ímillum rætt og rangt. Og mark fyri, hvat vit góðtaka – bæði av okkum sjálvum og øðrum.

Men vitlíki hevur einki mark. Hvørki menniskjansligt ella moralskt.

Tað ger tað trupult at navigera. Tí hvat av tí, vit síggja og lesa, er nú veruligt?

Myndir. Brøv. Tíðindi. Samrøður í miðlunum. Filmsupptøkur. Hvat er satt?

Í kríggi vita vit, at sannleikin er fyrsta ofrið. Men nú verður støðugt verri at skilja millum satt og ósatt – á øllum økjum.

Eisini vit eru offur í stóra kunningarkrígnum. Og algoritmurnar syrgja fyri, at hvørt einasta músaklikk er sum eitt spakaskot djypri niður í skotgravirnar. Tær smalka okkara heimsfatan – heldur enn at víðka hana.

Tær fáa okkum at halda, at heimurin er svartur og hvítur. Eggja okkum til annaðhvørt at vera fyri ella ímóti. At svara ja ella nei. Tær loyva okkum ikki at síggja ymsu síðurnar av málunum.

Hetta ávirkar heimin. Hetta ávirkar kjakið. Og hetta kann ávirka fólkaræðið. Eisini í Føroyum.

***

Góðu føroyingar

Hesa seinastu tíðina hava vit í Føroyum sæð støðugt fleiri mørk. Fólk fylkjast um ymisk sjónarmið – nógv meira enn eg áður havi sæð.

Fyri Ukraina. Fyri samstarvi við Russland. Fyri Ísrael. Fyri Palestina. Fyri fríari fosturtøku. Fyri børnum í móðurlívi.

Mørkini verða kritað.

Tað er gott, at vit kunnu siga okkara hugsan – og hava slík tiltøk. Fría kjakið er jú grundin undir fólkaræðinum.

Men politikkur og lógarverk snúgva seg um at seta mørk. Tá ið vit tóku við, fóru vit undir at flyta mørk – eins og allar samgongur gera. Og har mørk verða flutt, koma reaktiónir. Summi fegnast. Onnur gerast vónbrotin, og uppaftur onnur ilskast. Tað veldst um, hvørjumegin markið vit standa.

Vit hava hetta árið framt nógvar broytingar og umskipanir. Eg skilji væl, at fólk verða ill. Men úrslitini av umskipanunum fara at vísa seg.

Og orsøkin er greið. Vit kappast við útlond um bæði arbeiðsmegi og barnafamiljur. Flyta vit eingi mørk, tapa vit kappingina.

Eg veit, at vit eru ósamd um mørkini. Stundum rúkandi ósamd. Men eins og í 1914 gagnar tað okkum at koma upp úr skotgrøvunum. At síggja ymsar síður.

Bæði tá ið ræður um fiskivinnuna, handilsvinnuna og føroysku hagarnar. Tá ið ræður um moralsk mørk, etisk mørk og politisk mørk.

Tað er trupult. Tí vit skulu seta mørk. Men vit mugu eisini byggja brýr.

Í prædiku síni jólaaftan staðfesti bispur, at »friður á jørð er ikki til. Tað eru vit menniskju, sum mugu skapa frið, har vit eru.«

Og eg eri samdur. Menniskjan livir út frá mørkum. Millum mørk. Tað skapar ósemjur. Ófrið. Men vit eiga at hevja menniskjaliga góðsku upp um ósemjurnar.

Hjá Frelsunarherinum eru tey fyrimyndir á hesum øki. Í oktobur fekk Bernhard Petersen »Ársins Sálarheilsuvirðisløn« fyri arbeiðið við teimum heimleysu. Hann segði:

»Hetta eru okkara medmenniskju. Tí skulu vit vera góð við tey – og taka um tey.«

Hetta er kjarnin av at vera menniskja. At vit megna at taka um onnur. Eisini tey, vit eru rúkandi ósamd við. Júst sum hermenninir gjørdu jólanátt í 1914.

Og í Føroyum eru nógv fólk, sum nýta júst hetta sum lívskumpass. Ársins rósa í 2023, Randi Waag Jacobsen, er ein teirra. Við hennara skipan »yvirskot til tín« ber til at lata – og soleiðis gera mun fyri medmenniskjuni. Aftur at henni eru fólk og felagsskapir í hópatali, sum á ymsan hátt gera eitt stórt arbeiði. Fyri at byggja brýr. Fyri at taka um tey, ið hava hjálp og umsorgan fyri neyðini.

Í kvøld takki eg tykkum øllum hjartaliga.

***

Góðu føroyingar.

Ársins síðsta kvøld taka vit samanum – og líta fram.

Hóast tað er vorðið dýrari at liva – og eg veit, at hetta merkist, serliga hjá barnafamiljum – so hava vit arbeiði til allar hendur og nógv virksemi.

Ábendingar eru um, at inflatiónin nú hæsar av, og vónandi fer rentan tí at lækka.

Hóast avbjóðingar hava vit nógv at takka fyri. Vit liva í einum av heimsins bestu londum. Við stórum ríkidømi. Stórum frælsi. Stórum tryggleika. Hetta er framvegis eitt av heimsins bestu londum hjá børnum at vaksa upp í. Um ikki tað besta.

Kortini er okkara størsta avbjóðing í løtuni, at burðartalið minkar. Hetta má takast í størsta álvara.

Nøkur stig eru tikin.

Vit hava á fyrsta sinni eitt Barnamálaráð, soleiðis at einki barn skal detta niður ímillum ymsu skipanirnar. Vit arbeiða við at tryggja barnafamiljum betri fíggjarlig kor, betri møguleikar til eitt trygt heim og støðug dagstovnatilboð.

Vit mugu fáa børn, ung og familjur at trívast, støðast og flyta heim aftur. Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina her á landi.

Men onnur stór mál eru longu nádd. Mál, sum áður vóru óhugsandi og fjar.

Sandoyartunnilin er eitt slíkt mál, ið hevur flutt samfelagið framá, bundið okkum saman og økt um møguleikarnar – bæði í vinnulívi, ítróttalívi og familjulívi. Serliga hjá ungum familjum í Sandoynni.

Og komandi árið byrjar við enn einum fluttum marki, nú Føroyar á fyrsta sinni verða við í einum EM-endaspæli fyri lið.

Eingin trúði, at tað bar til – eingin annar enn garparnir sjálvir. Men tá ið hondbóltsmenninir trína á vøllin í Berlin, fer tað at sameina allar føroyingar. Eg gleði meg at síggja, hvussu hetta bragd fer at ávirka land, fólk og ítróttalív frameftir.

Og komandi ár byrja fyrireikingarnar til Oyggjaleikir, sum verða í Føroyum í 2027. Í einum gerandisdegi, har nógv mørk skilja okkum, kann ítrótturin savna okkum.

***

Góðu føroyingar.

Nú fáir tímar eru eftir av árinum, minnast vit aftur á gamlaárskvøld í fjør.

Vónir, dreymar og lyfti. Men eisini stúranir, ótta og ampa.

Tá ið vit á nýggjárinum geva okkum stundir at grunda, varnast vit, hvussu nógv vit megna. Men vit varnast eisini, hvussu lítið vit sjálv ráða yvir tí, sum veruliga hevur týdning.

Tað er á markinum millum hesar báðar sannkenningarnar, at vit menniskju virka og liva. Ímillum egnan mátt og so tað, sum lagnan letur í okkara lut.

Tit, sum í kvøld syrgja, stríðast ella óttast tað, ið koma skal, kenna henda tvídrátt. Mátti hetta komandi árið borið tykkum ugga og vón. Máttu vit onnur sæð, hvussu vit best kunnu taka um tykkum – og veita hjálp og linna.

***

Góðu føroyingar

Eg vóni, at vit hetta komandi árið fara at stríðast fyri at halda fast um nøkur mørk. At vit megna at flyta onnur mørk fyri at tryggja framburð. Og at vit altíð megna at vísa góðsku – eisini tá ið vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu vera.

At vit reisa okkum úr skotgrøvunum og megna at taka um okkara medmenniskju.

Bæði politiskt, hugsjónarliga – og menniskjansliga.

Gott nýggjár, góðu føroyingar.

Gud signi hetta komandi árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2023

9 Leygardagur 06. Jan 2024

Drotningin varðveitir sítt heiti

Margreta drotning letur trúnuna víðari til Fríðrik krúnprins, men hon varðveitir kortini sítt heitið sum drotning

Margreta drotning á seinastu Føroyavitjan sínari í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danmark fer aftaná 14. januar at hava tvær drotningar. Margreta drotning, sum letur trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, varðveitir nevniliga heiti sum drotning.

Drotningarnar í Danmark fara tí at vera Margreta drotning og Mary drotning.

Eitt nýtt hov verður sett á stovn við navninum "Hendes Majestæt Dronning Margrethes Hof".

Margreta drotning var bara 31 ár tá pápi hennara, Fríðrikur kongur, doyði, og í 52 ár hevur hon verið donsk drotning.

Fríðrikur, sum verður Fríðrikur X er 55 ára gamal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

10 Leygardagur 06. Jan 2024

Fríðrikkur tekur yvir trónuna, tá mamman hevur skrivað undir

14. januar kemur hann til ríkisráð á Christiansborg Slotti sum krúnprinsur, og fer haðani sum kongur

Margretha drotning á nýggjársmóttøkuni á Christiansborg Slotti í dag, saman við krúnprinsahjúnunum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá tað 14. januar verður hildið ríkisráð á Christiansborg Slotti í Keypmannahavn, fær Danmark ein nýggjan ríkisstjóra (regent) í teirri løtu tá Margretha drotning skrivar undir kunngerðina um, at hon frásigur sær trónuna.

Hetta kemur fram í eini fráboðan, ið danska kongshúsið hevur sent út, og sum greiðir frá bakgrundini fyri kongsskiftinum.

Sostatt kemur elsti sonur hennara, Fríðrikkur, til Christiansborg Slott sum krúnprinsur, og fer haðani sum Fríðrikkur kongur X.

Somuleiðis kemur Mary, sum krúnprinsessa, og fer haðani sum drotning, meðan elsti sonur teirra, Christian prinsur, fer haðani, sum krúnprinsur, stendur í fráboðanini.

Tað verður 14. januar klokkan 14 føroyska tíð frá svalanum á Christianborg slotti, at Fríðrikur krúnprinsur verður útnevndur til kong.

Klokkan 13 er ríkisfundur, og aftaná fundin fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at lýsa trónskiftið á Christiansborg slotti.

Í Danmark verða drotningar og kongar ikki krýnd, eins og gjørt verður í Bretlandi. Tey verða kunngjørd – útrópt, sum tey siga í Danmark.

Tað verður fyrstu ferð í 52 ár, at Danmark fær ein nýggjan ríkisstjóra. Seinast var í 1972, tá Fríðrikur kongur IX doyði, og trónarvingin, Margretha, gjørdist drotning.

Hon varð rópt á svalanum á Christiansborg Slotti av táverandi forsætisráðharranum, Jens Otto Krag.

- Í Danmark hevur siðvenjan higartil verið, at kongsskiftið hevur verið í sambandi við at ríkisstjórin doyr, eins og tað hendi í 1972. Í slíkum førum hendir skiftið í tí løtu ríkisstjórin doyr, skrivar kongshúsið.

Men hesaferð hendir trónskiftið altso í teirri løtu, at drotningin hevur undirskrivað kunngerðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

11 Leygardagur 06. Jan 2024

Avgerðin kann fáa ávirkan á kongshúsini í Noregi og Svøríki

Tað hevur ikki verið siðvenja í Skandinavia, at ein kongur ella drotning leggur frá sær, men nú Margreta drotning hevur boðað frá, at hon fer frá, er ikki óhugsandi, at norski og svenski kongurin kunnu taka eina líknandi avgerð, heldur serfrøðingur

Margreta drotning á vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nógv vóru skelkað, tá Margreta drotning gamlaárskvøld boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær 14. januar. Og avgerðin hjá drotningini kann ávirka svenska og norska kongshúsið.

Tað sigur Roger Lundberg, serfrøðingur við SVT.

Hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at 77 ára gamli svenski Carl Gustaf kongur og 86 ára gamli norski Harald kongur, kunnu fáa íblástur frá avgerðini hjá 83 ára gomlu donsku drotningini.

– Tað hevur jú verið siðvenja í Danmark, júst sum í Svøríki og Noregi, at mann verður sitandi alt lívið. So øll eru jú skelkað - serliga í Danmark.

Tá Fríðrikur krúnprinsur yvirtekur trónuna, fær hann heitið Fríðrikur X. Samstundis yvirtekur elsti sonur hansara krúnprinsaheitið og verður fremst í arvarøðini.

Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa hava góða undirtøku millum danir, vísa kanningar, sum TV2 og DR almannakunngjørdu í desember.

Sambært Roger Lundberg fáa arvingarnir til svensku og norsku trónuna eisini góða undirtøku, og tað kann eisini ávirka norska og svenska kongin.

Sambært søgufrøðingum er hetta fyrstu ferð í yvir 800 ár, at ein danskur kongur ella drotning velur at leggja frá sær. Margreta drotning hevur sitið á donsku trónuni síðan 14. januar 1972, tá pápi hennara, Fríðrikur IX doyði. Tá hon 14. januar fer frá, hevur hon sostatt sitið júst 52 ár á trónuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2024

12 Leygardagur 06. Jan 2024

2.200 bilar um samdøgrið gjøgnum Sandoyartunnilin

Tunnilin læt upp 21. desember

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

2.200 bilar í miðal um samdøgrið, og tilsamans 24.202 bilar koyrdu í gjøgnum Sandoyartunnilin.

Nýggjasti undirsjóvartunnilin í Føroyum læt upp 21. desember, og tunnilfelagið hevur nú gjørt upp, hvussu nógvir bilar hava koyrt gjøgnum tunnilin.

Hesar fyrstu dagarnar hevur tað verið ókeypis at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, men í næstu viku fer tað at kosta. Kostnaðurin verður hin sami sum í Eysturoyartunlinum.

Tunnilsfelagið væntar at ferðslan fer at liggja millum 300 og 400 bilar um samdøgrið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

13 Leygardagur 06. Jan 2024

Ferðafólk slappa ikki út í Mykineshólm í ár

Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atliti til lundastovnin vigar tyngri. Eins og í fjør, sleppa ferðafólk ikki heilt út í Hólmin, men túrar ímóti økinum verða kortini gjørdir

Av tí at tað ikki ber til at fara heilt í Hólmin verður gingið til eitt stað, har gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. Hetta varð eisini gjørt í 2023 (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í hólm komandi summar.

Hesi eru boðini, sum eru komin frá hagapørtunum í Mykinesi í vikuni. 

Í 2021 var omanlop úti í Lamba, og ein partur av lopinum rakti umleið 30-50 metrar av gøtuni, ið tískil má flytast. Eftir tilmæli frá Jarðfeingi varð øll gongd steðgað inntil nærri kanningar kundu staðfesta, hvussu støðan var. Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini í Vágum um at loyva at flyta hetta petti av gøtuni, og metingar hjá Jarðfeingi hava víst, at tað ikki er øktur vandi fyri, at tað stendur til at loypa meir.

- Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atlitið til lundastovnin vigar tyngri, og tí verður ikki latið upp fyri túrinum út í hólm í 2024, staðfesta hagapartarnir.

Harvið ber tað framvegis ikki at koma heilt út í Hólmin sum ferðafólk.

Túrar verða gjørdir

Síðani 2017 hevur verið arbeitt fram ímóti eini loysn, ið tekur hesi atlit, samstundis sum ferðafólkini fáa eina góða uppliving uttan at tað órógvar náttúru, djóra- og fuglalívið og tey sum búgva í oynni minst møguligt.

Í tíðindaskrivinum verður eisini staðfest, at royndirnar frá í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti. Tí verða túrarnir í 2024 skipaðir eftir sama leisti, við somu treytum og túrum.

Hetta merkir, at tað einans eru vaksin útlendsk ferðafólk og vinnulig ferðavinna, ið rinda fyri ferðaleiðara og gongugjald. Føroyingar og børn gjalda framvegis einki. 

Av tí at tað ikki ber til at fara heilt í Hólmin, verður gingið til eitt stað, har gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. Hetta varð eisini gjørt í 2023.

"Hagapartarnir Mykines" hava síðani 2017 arbeitt við at skipa ferðavinnuna í Mykinesi á burðardyggum grundarlagi við neyðugum atliti til at verja náttúru, djóra- og fuglalív best møguligt. Grunnurin hevur eina ólønta nevnd, mannað við einum umboði fyri hvønn hagapart. Hagapartarnir tilnevna sítt umboð í nevndina.

- Grunnurin fær sínar inntøkur frá teimum gjaldandi ferðafólkunum. Útreiðslur til umsiting, innkrevjing og ferðaleiðarar v.m. verður fíggjað av inntøkunum og somuleiðis rindar grunnurin skatt av úrslitinum og meirvirðisgjald av gongugjaldinum/hiking fee. Eingin eigari fær persónligan part av vinninginum hjá grunninum og tað ger, at grunnurin hevur betri møguleika fyri at røkka sínum endamáli. nevniliga at stuðla bygd og oyggj best møguligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

14 Leygardagur 06. Jan 2024

Ferðafólkatalið oman fyri 430.000

Sum væntað varð talan um metár hjá Vága floghavn í 2023. 1,6 prosent fleiri ferðaðust um flogvøllin enn í 2019

Í 2023 vóru ferðafólkini 431.079 í tali. Hetta vísa nýggj tøl frá Vága Floghavn. Nú er føroyska flogferðslan komin á sama stig, sum beint áðrenn koronufarsóttina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ferðafólkatalið í fjør fór upp um tað, sum tað var í metárinum í 2019, tá 424.281 ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum.

Í 2023 vóru ferðafólkini 431.079 í tali. Hetta vísa nýggj tøl frá Vága Floghavn, sum Kringvarpið bar fram í vikuni.

Harvið var talið 1,6 prosent hægri í fjør, enn tað var í 2019. Í 2020 kom koronufarsóttin, og tað tók langa tíð at fáa flogferðsluni upp ímóti tí stigunum, sum hon var á áðrenn.

Nú hevur Vága Floghavn so sett nýtt. Kringvarpið skrivar, at talið sjálvan desember mánaði í fjør var væl lægri enn tað í 2019: Yvir átta prosent lægri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

15
Leygardagur 06. Jan 2024

Varðin Pelagic sleppur at byggja út

Býráðið á Tvøroyri hevur samtykt byggiloyvi til protein og lýsiverksmiðju hjá Varðanum Pelagic

(Mynd: Varðin Pelagic)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvøroyrar býráð samtykti millum jólanna einmælt at geva byggiloyvi til Varðan Pelagic.

Tað er eitt ár síðan, at Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi at víðkja um virksemið teirra á Tvøroyri við protein og lýsiverksmiðju á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning.

- Byggiloyvið verður givið í trá við galdandi byggisamtykt fyri vinnu og havnarøki § 29: Øki D, har m.a er ásett at 4) Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.

[object Object](Mynd: Varðin Pelagic)

Byggiloyvið er treytað av ávegis umhvørvisgóðkenning, sum Varðin Pelagic arbeiðir við at fáa góðkenda av Umhvørvisstovuni.

Tað merkir, at Varðin Pelagic fær loyvi frá Tvøroyrar kommunu at fylla út sjóøki eystan fyri verandi virkisbygningin, har byggjast skal nýggj protein & lýsuverksmiðja, orkuverk, goymslubygningur og kaikantur við meira.

Sí eisini: Soleiðis fer nýggja virkið á Tvøroyri at síggja út

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023

16 Leygardagur 06. Jan 2024

Sandavágs Timburhandil yvirtekur Skousen og Uno

Yvirtøkan er ein liður í at betra um marknaðarstøðuna hjá Sandavágs Timburhandli í høvuðsstaðnum

Ebbe Kristinn Thomsen, handilsleiðari hjá Sandavágs Timburhandli, og Dánjal Petersen, stjóri í Uno
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á nýggjárinum yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn. Sostatt verða køkar og hvítvørur nú partur av vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli.

Yvirtøkan er eisini enn ein liður í at betra um marknaðarstøðuna hjá Sandavágs Timburhandli í høvuðsstaðarøkinum, har Sandavágs Timburhandil lat upp væl móttikna handverkarabúð í summar. Handverkarabúðin húsast fyribils enn á Heygsvegnum ímeðan hølini í Smiðjugerði verða fyrireikað. Væntandi verður flutt niðan í Smiðjugerði um seks til átta vikur. 

Eftir ætlan verður køksdeildin partur av Sandavágs Timburhandli, meðan Skousen framhaldandi kemur at virka undir egnum navni og við egnari tænastudeild, sum eisini heldur til í Smiðjugerði.

Uno byrjaði sum súkkluhandil og síðan køkshandil, áðrenn Skousen legðist afturat í 2019. Skousen er annars væl kent í Føroyum, og hevði í fleiri ár væl rikna deild á Staravegnum á Hálsi í Havn.

Sandavágs Timburhandil varð stovnaður í 1974, og fyllir sostatt fimmti í ár. Frá at vera ein meira staðbundin timburhandil nógv tey fyrstu árini, er Sandavágs Timburhandil í dag veitari til byggivinnuna og einstaklingar um alt landið, og til alt frá smærri umvælingum og til størstu verkætlanirnar – við ókeypis útkoyring har landfast er.

Í sambandi við umleggingina eru køksdeildin og Skousen í Smiðjugerði afturlatin hesa vikuna, men latið verður uppaftur 8. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

17
Leygardagur 06. Jan 2024

Tíðarætlanin heldur við nýggja skipinum

Arbeiðið at byggja nýggja Finn Fríða gongur eftir ætlan, og skipið kemur til Føroya um mánaðarskiftið mars og apríl

Skrokkurin hjá nýggja Finn Fríða kom til Skagen í august, skipið skal latast Varðanum í fyrsta ársfjórðingi í 2024 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað gongur eftir ætlan at byggja nýggja Finn Fríða, og eftir ætlan kemur nýggja skipið hjá Varðanum til Føroya um mánaðarskiftið mars og apríl.

Talan er um ein stóran og framkomnan nýbygning, sum kemur í føroyska flotan fyri 20 ára gamla Finn Fríða, sum skal seljast tá ið nýggja skipið kemur í flotan.

Tað er samtakið Varðin í Gøtu, sum letur nýggja skipið byggja í Skagen, og sum kemur at kosta umleið 350 milliónir krónur.

Talan verður um eitt 88 metrar langt, og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum fær heimstað í Gøtu.

Skrokkurin er bygdur í Polandi, og skipið verður í løtuni gjørt liðugt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen. Skrokkurin kom til Skagen í september mánað.

Núverandi Finnur Fríði er á sølulista fyri 90 milliónir krónur, men Varðin upplýsir, at lítil áhugið er fyrsi skipinum í løtuni. Tó hevur reiðaríið fingið nakrar fyrispurningar, men einki meira enn tað.

Varðin eigur eisini eitt annað uppsjóvarskip, Tummas T, sum er á sølulista, men her er eisini lítil áhugi fyri skipinum. Tummas T er á sølulistanum fyri 60 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023

18 Leygardagur 06. Jan 2024

Farsóttarøkið á føroyskar hendur

Ársgamli stovnurin Fólkaheilsustýrið tekur sær nú av økinum

(Koronamynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur nú á nýggjárinum, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum – sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag.

Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2, seinnapartin í morgin.

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, og fór formliga at virka 1. januar 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum.

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

  • Ráðgeving og upplýsing
  • Hagtøl og skráir
  • Tilbúgving

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. januar 2024.

Les eisini: Farsóttarnevndin vald av nýggjum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

19 Leygardagur 06. Jan 2024

Fólk skilja ikki burturkastið: Eldur kyknaði í innsavningarbili hjá IRF

Tað kann fáa stórar avleiðingar um fólk ikki skilja burturkastið. Hjá IRF hava tey seinasta árið havt trupulleikar av eldi í bili og bingjum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vit mugu gerast betri til at skilja burturkast. Bæði fyri umhvørvið og fyri okkara egnu trygd. Tað er sera týdningarmikið, at eldfimt burturkast, sum t.d. gassfløskur, ikki verður blandað saman við annað burturkast. Tað sigur IRF í tíðindaskrivi.

Seinasta árið er tað hent hjá IRF, at eldur er kyknaður bæði í innsavningarbili og í bingjum.

Umhvørvisliga sæð skulu vit gerast betri til at skilja burturkastið í Føroyum. Landspolitiskt verður eisini arbeitt við nýggjari kunngerð, ið skal leggja lunnar undir, at so nógv burturkast sum gjørligt verður endurnýtt og endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt.

Røtt skiljing snýr seg tó í stóran mun eisini um trygd. Um trygdina heima við hús, um trygdina hjá starvsfólkunum, sum handfara og flyta burturkast, og um trygdina á støðunum hjá IRF.

Eldfimt burturkast skal skiljast fyri seg
Eldfimt burturkast er m.a. øll sløg av battaríum (t.d. smábattarí, lithiumbattarí, amboðsbattarí, akkumulatorar), øll sløg av gassfløskum og øll sløg av krúti og fýrverki. 

Tá ið eldfimt burturkast verður blandað við annað burturkast, kunnu avleiðingarnar gerast sera álvarsamar. Heima við hús kann eldur kykna í t.d. køkinum, bilhúsinum ella í ruskstativinum.

Nakrar hendingar av hesum slagi tóku seg upp í fjør hjá IRF. Millum annað kom eldur í burturkastið í lastini á einum innsavningarbili hjá IRF, og eisini kyknaði eldur í tveimum førum í bingjum, sum stóðu ávikavist á Hagaleiti og í Trøllavík. Í øllum trimum førunum var talan um hendingar, sum kundu verið fyribyrgdar, um burturkastið hevði verið rætt skilt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

20 Leygardagur 06. Jan 2024

29 skúlaverkætlanir hava fingið játtað tímar

Verkætlanin, sum hevur fingið flest tímar hetta skúlaárið, er eitt sertilboð í Sankta Frans skúla til ávísan næmingabólk

Sertilboðið í Sankta Frans skúla við heitinum "Treysti" hevur fingið flest tímar í hesum skúlaárinum av kontuni til royndar- og menningarvirksemi. Talan er um 20 tímar um vikuna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sertilboðið í Sankta Frans skúla við heitinum "Treysti" hevur fingið flest tímar í hesum skúlaárinum av kontuni til royndar- og menningarvirksemi. Talan er um 20 tímar um vikuna.

Ein onnur verkætlan, sum hevur fingið nógvar tímar, er skúlasálarfrøðiverkætlanin á Skúlatrøð, sum gongur á triðja ári. Hetta skúlaárið fær hon 17 tímar um vikuna. Játtanin til skúlasálarfrøðingin á Skúlatrøð er ein lønarlig samsýning á umleið hálva tíð til viðkomandi. Henda verkætlanin hevur til endamáls at betra um sálarheilsuna hjá næmingunum á Skúlatrøð.

Verkætlanin á triðja plássi, tá ið talan er um tímar, er somuleiðis á Skúlatrøð. Tað er matarskipanin, sum eisini er royndarskipan í trý ár. Av kontuni til royndar- og menningarvirksemi fær henda verkætlanin 13 tímar ella 200.000 krónur. Verkætlanin er samskipað við Klaksvíkar kommunu, sum rindar helmingin. Upprunaliga var umsóknin væl størri enn tað, sum verður játtað.

Á fjórði plássi er trivnaðarverkætlanin í Stranda skúla, sum eisini gongur á triðja ári. Henda verkætlanin fær 10 tímar hetta skúlaárið. Hon hevur til endamáls at styrkja trivnaðararbeiðið og fyribyrgja happing, mistrivnað og skúlanoktan.

Á fimta plássi er verkætlan í Eysturskúlanum, sum fær 8 tímar. Henda verkætlanin eitur LST – lesi- og skrivitøkni – og hevur til endamáls at røkka orðblindum, lesi- og skriviveikum og talblindum næmingum.

Undirvísingarstýrið hevur gjørt av, at tær verkætlanir, sum verða raðfestar fremst, tá ið talan er um at fáa tímar av kontuni til royndar- og menningarvirksemi, eru tær, sum menna inklusjónsarbeiðið í skúlanum, verkætlanir, sum snúgva seg um námsfrøðiligar tilgongdir við fyriliti fyri næmingum, sum ikki megna eina regluliga skúlagongd, t.d. skúlaaftran, verkætlanir, sum menna rørsluátøk í skúlatíðini, verkætlanir við fyriliti fyri talgildari menning og albúgving og at enda verkætlanir, sum menna leiðslu- og lærarasamstarv millum smærri og størri skúlar. Skúlar kunnu søkja um tímar til verkætlanir innan onnur øki, sum skúlin heldur er umráðandi at menna.

Skúlarnir, sum hava fingið játtað tímar í hesum skúlaárinum, eru Skála skúli, Eysturskúlin, Skúlatrøð, Runavíkar kommunuskúli, Skúlin á Argjahamri, Stranda skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin á Giljanesi, Vágs skúli, Tofta skúli, Porkeris skúli, Sankta Frans skúli, Sumbiar skúli, Sandoyar skúli, Eiðis skúli, Sands skúli, Velbastaðar skúli, Skúlin á Fossánesi og Tvøroyrar skúli, skrivar Skúlablaðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

21 Leygardagur 06. Jan 2024

Vaktarskifti í Barnaverndini við Skálafjørðin

34-ára gamla Katrin Dam tekur við eftir Jenny Petersen, sum hevur starvast hjá Barnaverndini í 18 ár

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri samkomu. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun í Bakkanum og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn. Roðin eigur húsini. Hetta er eldrasamtakið hjá somu kommunum

Jenny Petersen hevur starvast hjá barnaverndini í 18 ár og hevur verið leiðari síðan 1. mai 2021. Hon hevur nú valt at taka við øðrum avbjóðingum. Tí hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara.

Setanarnevndin, ið millum anna var mannað av borgarstjórunum í teimum trimum kommununum, innstillaði einmælt Katrina Dam til starvið sum leiðari. Tikið var undir við hesum í avvarðandi kommununum.

[object Object]

Katrin er 34 ára gomul. Hon varð í 2020 útbúgvin sum sosialráðgevi frá Professionsháskúlanum Absalon í Slagelse í Danmark og var annars júst byrjað í starvi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Fyrstu trý árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmørk. 

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum.

Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann vegna kommunurnar Katrini Dam blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

22 Leygardagur 06. Jan 2024

Vágs Kommuna ger íløgur fyri yvir fimm milliónir

Tað er settur meira peningur av í fíggjarætlanini fyri 2024 til viðlíkahald av bygningum hjá Vágs Kommunu, enn undanfarna ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vágs kommuna fer í 2024 at gera íløgur fyri beint yvir fimm milliónir krónur.

Tað eru settir meira peningur settur av í fíggjarætlanini fyri 2024 til viðlíkahald av bygningum hjá Vágs Kommunu, enn undanfarna ár. Eftir ætlan kemur Vágs kommuna at brúka 5,195 milliónir krónur til viðlíkahald og íløgur.

Íløgurnar, sum verða gjørdar í ár, eru býttar soleiðis út til nevdirnar, at tekniska nevnd fær flest. Talan er um beint yvir tvær milliónir krónur. Síðani kemur barna- og ungdómsnevndin. Har er upphæddin 1,58 millónir krónur. Havna- og vinnunenvdin er eisini oman fyri eina millón - 1,115 milliónir krónur. 250.000 krónur liggja hjá mentamálanevndini, og til seinast er tað sosiala- og heilsunevnd, ið fær 200.000 krónur at ráða yvir.

Íløgurnar eru harvið fjølbroyttar, har skúli, barngarður og havnaøki millum annað fáa ábøtur og/ellla verða ment. Skuld skal eisini gjaldast niður. Niðanfyri er eitt stutt yvirlit.

Vágs skúli og auditorium

Arbeiðið at gera auditorium í Vágs skúla heldur fram. Á fíggjarætlanini fyri 2023 vórðu settar 750.000 krónur av, og blivu tær brúktar til at gera pall, skráningin og at leggja dekk yvir gamla svimjihylin. Eisini bleiv hol skorið í veggin í tí djúpa partinum, har hurðar skulu setast í. Á fíggjarætlanani 2024 eru settar 700.000 krónur av til auditoriumið, og er ætlanin fáa gjørt loft, ljós og girðing runt um.

Í Vágs skúla verður hildið fram at dagføra floksstovurnar, so tær nøkta nútíðartørvin sum verður settur skúlanum. Peningur er eisini settur av til at reinsa tekjuna og klædningin á gamla partinum av skúlanum.

Havnaøkið

Avgerð er tikin um, at bátadrátturin skal leingjast og breiðkast. Í alt eru 800.000 krónur settar av á havnaøkið, har m.a. bátadrátturin skal gerast av nýggjum. Bátadrátturin bleiv gjørdur í 2019, men har hava trupuleikar verið við at fáa bátar upp, tá fjørða er, og so er drátturin ov smalur. Arbeiðið at leingja og breiðka dráttin skal verða liðugt til jóansøku, og verður arbeiðið væntandi boðið út um stutta tíð.

Umframt bátadráttin skal ymiskt viðlíkahald gerast á havnalagnum.

Vatngoymsla, kloakkir, spælipláss og Páls Høll

Tað kemur fyri, at vatngoymslan hjá Vágs kommunu er undir trýsti. Tí er avgerð tikin um at útbyggja vatngoymsluna við vestara reinsuverk.

Peningur er eisini settur av í fíggjarætlanini til dagføra kloakkir í bygdini.

Gamla spæliplássi í miðbýnum skal eisini dagførast. Tað hevur í nógv ár verið tosað um, at gera eitt nýtt spælipláss, og ymisk uppskot hava verið gjøgnum árini, men nú er ætlanin at seta gongd á at dagføra spæliplássið í ár. Ætlanin inniber at samantvinna spæliplássið og fiskaplassið á Løðhamri. Til hetta eru settar av 650.000 krónur.

Í Páls Høll verður ventilatiónin dagførd í svimjihøllini. Talan er um at gerast broytingar á ventilatiónini inni í høllini, har langhylurin og barnahylurin er.  

Barnagarðurin

Barnagarðurin Eikilund bleiv útbygdur í 2023, og í 2024 fer Vágs kommuna undir at gera økið uttan um barnagarðin. Økið er blivið størri og m.a. krevur hetta, at girðingin skal gerast av nýggjum.

Kommunuskrivstovan og máling

Vágs Kommuna keypti í 2023 bygningin, sum umsitingin húsast í. Bygningurin krevur nakrar ábøtu og ætlanin í 2024 er at skifta vindeygu og at mála bygningin. Eisini verða fleiri bygningar hjá Vágs kommunu málaðir í ár.

Niðurgjalding av skuld

Í fíggjarætlanini er ein millión sett av til at gjalda niður skuld í 2024. Í 2023 varð 1,2 milliónir settar av at gjalda niður skuld, men skattainntøkur hjá Vágs kommunu blivu betri enn væntað. Av tí sama, so blivu tvær millónir brúktar til at gjalda niður skuld. Skuldin hjá Vágs Kommunu er 44 milliónir, haraftrat kemur lánið, sum bleiv tikið, tá Hamragarður bleiv bygdur. Hetta lánið verður útgoldið við ársenda 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

23 Leygardagur 06. Jan 2024

Rósa Heinesen nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy

Rósa Heinesen er 35 ára gomul og útbúgvin innan altjóða viðurskifti, herundir altjóða politikk, løgfrøði, búskap og søgu, frá hægri lærustovnum í Eysturríki og Onglandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rósu Heinesen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.

Rósa Heinesen er 35 ára gomul og útbúgvin innan altjóða viðurskifti, herundir altjóða politikk, løgfrøði, búskap og søgu, frá hægri lærustovnum í Eysturríki og Onglandi.

Hon hevur undirvíst á Heilsuskúlanum og Miðnámi í Suðuroy, og síðani 2021 hevur hon arbeitt í Granskingarráðnum, har hon millum annað hevur verið skrivari hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Hon hevur royndir innan samskifti og samskipan, hagfrøði, menningararbeiði og sum týðari og rættlesari eins og at vera blaðkvinna á fakligum tíðarriti. Eisini hevur hon í nógv ár arbeitt sjálvboðið við børnum og ungum.

Rósa Heinesen býr á Tvøroyri saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. februar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023

24 Leygardagur 06. Jan 2024

Finngerð var í barnatannrøktini í 45 ár

Nú hevur hon takkað fyri seg í starvinum sum klinikassistentur á tannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu

- Finngerð hevur við sínum fakkunnleika og serliga góða barnatekki duga so ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu børnini vera trygg, hóast tey til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Starvsfólkini í Barnatannrøktini í Klaksvík skipaðu fríggjadagin fyri hugnaligari hátíðarløtu fyri Finngerð Danielsen, sum takkar fyri seg í starvinum sum klinikassistentur. Finngerð hevur starvast í barnatannrøktini síðan 1978, og hevur sosatt starvast har í 45 ár.

Karl Johansen, borgarstjóri, varð eisini boðin við, og nýtti hann høvið at takka Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu. Hann segði eisini, at Finngerð við sínum fakkunnleika og serliga góða barnatekki hevur duga so ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu børnini vera trygg, hóast tey til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu.

[object Object]
Finngerð Danielsen og Karl Johansen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

25 Leygardagur 06. Jan 2024

Nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið

Ivan Magrí úr Italiu og Andrias Blaasvær á violin eru solistar á konsertini, sum verður at hoyra í útvarpinum í kvøld

Føroya Symfoniorkestur við stórum kóri verður sum vant at hoyra. Konsertin verður at hoyra í Kringvarpinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Symfoniorkestur við kóri, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða aftur í ár til sanna tónleikaliga veitslu við tveimum nýggjárskonsertum. Tann fyrra var í gjárkvøldið og tann seinna í kvøld. 

Tónleikaskráin er undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við stórbærum  verkum frá miklum tónaskøldum. Nýggjárskonsertirnar bera sum altíð brá av vakurleika og hátíðarligum veitsludámi.

Tveir solistar og kór

Ivan Magrí (ITA)
Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí, ið hesaferð vitjar Føroya Symfoniorkestur, hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano. Hann hevur eisini fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti. Hann hevur vunnið altjóða virðislønir í Riccardo Zandonai kappingini og Francesco Maria Martini kappingini.

Ivan Magrí ferðast kring allan heimin, og hevur framført á Royal Opera House í London, Staatoper Berlin, Teatro Regio i Torino, Teatro dell'Opera í Rom, Florida Opera, Bayerische Staatsoper.

Í Norðurlandahúsinum syngur Ivan Magrí millum annað “La Donna É Mobile” úr kendu operaini Rigoletto, sum Verdi skrivaði í 1851, og “Che gelida manina” úr La Boheme operaini eftir Puccini, ið varð frumframførd á Teatro Regio í 1896.

Andrias Blaasvær (FO)
Evnaríki violinleikarin Andrias Blaasvær fór at spæla violin sum 12-ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, sála. Hann hevur eisini fingið undirvísing hjá Jonu Højgaard, og í 2019 byrjaði Andrias at lesa á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn.

Í 2022 tók hann sær bachelorprógv hjá Elisabeth Zeuthen, og nú lesur Andrias á kandidatinum hjá Alexandre Zapolski.

Umframt at hava verið partur av Føroya Symfoniorkestri í fleiri ár, hevur Andrias Blaasvær eisini luttikið í verkætlanum hjá eitt nú Danmarks Radio, Copenhagen Phil og Kongaliga Kappellinum. Hann er virkin sum komponistur, og hevur í fleiri ár arbeitt við sínari fyrstu sonatu fyri soloviolin, sum verður útgivin í 2024.

Á nýggjárskonsertini spælir Andrias Blaasvær Tzigane eftir Maurice Ravel. Íblásturin til verkið stavar frá smikrandi romatónleikinum og varð upprunaliga skrivað til ungarska violinistin Jelly d'Arányi í 1924.

Andrias Blaasvær spælir upp á Gaetano Gadda frá 1949.

Kórið
Kórið  við umleið 88 sangarum er altíð við til nýggjárskonsertina. Kórsangurin ger konsertina til nakað heilt serligt, og gevur henni ein hátíðarligan dám.

Í 2023 vóru upptøkuroyndir til symfoniorkesturkórið, so áhoyrararnir fara at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir.

Kórið luttekur viðhvørt eisini til aðrar verkætlanir, og tað er eitt framtíðar mál hjá Føroya Symfoniorkestri, soleiðis at kórið syngur oftari.

Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri og Tóra Vestergaard venur symfoniorkesturkórið.

Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya í kvøld. Hesaferð verður tað í útvarpinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

26 Leygardagur 06. Jan 2024

90ini umaftur: Týskur plátuvendari til Føroya

Hann toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90'unum við hittum sum 'Ecuador', 'Stay', 'Encore', 'Mysterious Times', 'Rock My Body' og 'Adelante'

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um eitt stórt tiltak, har farið verður aftur í 90'ini. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90'unum til.

Nøvnini verða avdúkað so hvørt tiltakið nærkast, og nú eru fyriskiparirnir klárir at avdúka fyrsta navnið ið er DJ Sash! Hann toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90'unum við hittum sum 'Ecuador', 'Stay', 'Encore', 'Mysterious Times', 'Rock My Body' og 'Adelante', og nú kemur hann í Høllina á Hálsi 9. mars.

Hann hevur verið aktivur á tónleikapallinum í 26 ár, og er seinastu árini veruliga komin fram aftur, við nýggjum elektroniskum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir og er garantur fyri at skapa sannan 90ára hýr, har hann framførir.  Fyrireikarinir eru sera fegnir um, at Dj Sash! verður við til kvøldið og vænta nógv fólk til tiltakið.

Tiltakið er kl 21-03:45, og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki - bæði føroyskum og útlendskum, siga fyriskipararnir.

Atgongumerki verða sett til sølu mánadagin 8. januar. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

27 Leygardagur 06. Jan 2024

13 ára gamal krasjaði Tetris

Fyrsta menniskja, ið er komið so langt í spælinum, at ongir brikkar vóru eftir

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 13-ára gamal drongur í Oklahoma hevur megnað at koma so langt í spælinum NES Tetris, at tað frysti, tí har vóru ikki fleiri brikkar eftir. Hetta hevur onki menniskja klára fyrr, einans teldur.

Tetris er eitt telduspæl, sum telduforritarin Aleksej Pazjitnov skapti í 1984. Í 1989 gav Nintendo Entertainment Systems spælið út á síni støð. Og fyri jól gjørdist 13 ára gamli Willis Gibson eftir øllum at døma tað fyrsta menniskja at spæla Tetris so langt, at tað frysti.

Á niveau 26 kemur stigteljarin upp á 999.999 og støðgar har, tí teljarin hevur bert seks tøl. Hetta var ikki nýtt fyri Gibson, sum í spæliheiminum er kendur undir dulnevninum Blue Scuti, sum fleiri ferðir fyrr er komin upp á 999.999.

Men 21. desember helt hann fram, og sló fleiri met. Gibson spældi fram til niveau 157, ið er tað hægsta, sum nakað menniskja er komið í Tetris útgávuni hjá Nintendo, og á vegnum hagar setti hann eisini heimsmet við hægsta tali av reinsaðum linjum.

Og spælið endaði við, at spælið so at siga gav upp – ikki at Gibson tapti.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

28 Leygardagur 06. Jan 2024

Íslendingar skulu velja nýggjan forseta

Guðni Þ. Jóhannesson stillar ikki uppaftur á forsetavalinum í summar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Íslendingar skulu velja nýggjan forseta, tá tey fara til forsetaval 1. juni. Sitandi forseti, Guðni Th. Jóhannesson kunngjørdi á nýggjárinum, at hann ikki var sinnaður at stilla uppaftur til eina triðju setu.

Hetta kom eitt sindur óvart á íslendingar, tí í sambandi við, at Guðni tók við sum forseti í 2016 segði hann, at hann var sinnaður at verða sitandi í tríggjar setur.

Forsetin sigur, at hann hevur umhugsað støðuna, og kom fram til, at best er at lata øðrum koma framat nú.

Guðni verður sostatt tann forsetin í Íslandi, sum hevur sitið styttst í embætinum. Forsetaval í Íslandi ganga vanliga friðarliga fyri seg, og oftast er talan um at loyva sitandi forseta at sita í eitt valskeið afturat.

Undanfarni forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, sat í 20 ár, forestin undan honum, Vigdís Finnbogadóttir sat í 16 ár, og foretetin undan henni, Kristján Eldjarn, sat í 12 ár.

Forsetavalið verður, sum sagt, 1. juni, og nýggi forsetin tekur við 1. august. Enn hava ongi boðað frá, at tey ætla at stilla upp.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

29 Leygardagur 06. Jan 2024

Japan: Talið á deyðum komið upp á 73

Jarðskjálvtin í Ishikawa-økinum nýggjársdag er tann ógvusligasti í landinum síðan 2016

Oyðileggingarnar eru umfatandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósdagin var talið á deyðum eftir jarðskjálvtan, sum rakti Ishikawa økið í Japan mánadagin, komið upp á 73. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Japan varð nýgjársdag rakt av tilsamans 155 skjálvtum, upplýsir veðurstovan í landinum. Harðasti skjálvtin, ið máldi 7,6, var í Ishikawa, og tað er her, at 73 deyðstilburðir eru staðfestir, skrivar Ritzau.

Tað varð framvegis leitað eftir livandi í húsaleivdunum.

Yvir 33.000 fólk eru flutt burtur, og sambært lokalum myndugleikum vóru framvegis 100.000 húsarhald, sum ikki høvdu vatn.

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, segði týsdagin, at bjargingararbeiðið er ein kapprenning móti tíðini.

Fleiri túsund bjargingarfólk royndu at at koma livandi í húsaleivdunum til hjálpar.

Kuldastig og nógv regn lætti ikki um bjargingararbeiðið. Hartil liggja fleiri av teimum harðast raktu økjunum langt frá teimum stóru býunum, og veganetið til hesi støð er oyðilagt í skjálvtunum.

Reuters skrivar, at skjálvtin er tann mest oyðileggjandi í Japan síðan 2016.

Mikudagin segði Fumio Kishida, forsætisráðharri, á tíðindafundi, at stjórnin skipar fyri, at harðast raktu fólkini kunnu fáa neyðhjálpina sjóvegis. Tað lættir munandi um arbeiðið.

Japan upplivir á hvørjum ári fleiri hundrað jarðskjálvtar, harav teir flestu eru so at siga óskaðiligir.

Orsøkin til nógvu skjálvtarnar í landinum er, at Japan liggur í einum øki har tríggjar sokallaðar tektoniskar plátur møtast. Av somu orsøk eru allir bygningar í landinum bygdir soleiðis, at teir skulu kunna standa ímóti hørðum ristingum, skrivar Ritzau.

[object Object]
Mynd: EPA
 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

30 Leygardagur 06. Jan 2024

75 milliónir fleiri fólk í heiminum

1. januar var fólkatalið í heiminum yvir átta milliardir og 19 milliónir, ið svarar til ein vøkstur á 75 milliónir ella beint undir eitt prosent samanborið við fyri einum ári síðani

Lissabon, Portugal (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á fyrsta degi í nýggja árinum var fólkatalið í heiminum yvir átta milliardir og 19 milliónir fólk - heilt nágreiniligt 8.019.876.189 fólk, sambært amerikanska stovninum United States Census Bureau.

Tað svarar til, at heimurin hetta seinasta árið hevur havt ein fólkavøkstur á 75 milliónir - beint undir eitt prosent, skrivar tíðindastovan AP.

United States Census Bureau metir, at tað fyrst í hesum árinum verða 4,3 børn fødd, og tvey fólk doyggja hvørt sekund.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023

31 Leygardagur 06. Jan 2024

Clinton, Trump og Andrew prinsur nevndir í Epstein-skjølunum

Fyrrverandi amerikansku forsetarnir eru tó ikki undir illgruna fyri at hava framt nakað lógarbrot – verri er við Andrew prinsi

Andrew prinsur - skuldsetingarnar móti honum eru nú skjalfestar í almennum skjali frá rættinum (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt fleiri hundrað síður langt skjal frá kanningararbeiðinum í sambandi við stóra málið móti amerikanska milliardinginum, Jeffrey Epstein, varð í vikuni almannakunngjørt. Her verða næstan 200 politikkarar og vinnulívsfólk nevnd – teirra millum fyrrverandi amerikansku forsetarnir, Bill Clinton og Donald Trump, umframt bretski Andrew prinsur.

Tað var í desember, at ein dómstólur í New York tók avgerð um, at skjølini í ákærunum um kynsligan ágang og sextrælkan, skuldu almannakunngerast.

Nú eru so allar 900 síðurnar tøkar, og væntandi verða fleiri skjøl latin leys hesar komandi vikurnar.

Stórur partur av innihaldinum í skjalinum er kendur frammanundan, men hetta er fyrstu ferð, at upplýsingarnir koma frá sjálvum rættinum. Í tilfarinum eru persónar, sum eru undir ákæru í umfatandi rættarmálinum móti Jeffrey Epstein.

Ein av hesum umrøddu persónum, er Andrew prinsur, skrivar Sky News. Hann er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu í eini íbúð hjá Epstein á Manhattan í 2001. Eftir ákærurnar tók bretski prinsurin seg aftur frá almenninginum, tí hansara vinarlag við Epstein gjørdist ein trupulleiki fyri bretska kongshúsið.

Forsetar nevndir - men ikki tyngjandi

Bill Clinton er eisini nevndur í skjalinum. Sambært einum talsfólki hjá fyrrverandi forsetanum, hevur Clinton á einum sinni flogið við einum privatflogfari hjá Epstein, men er ikki skuldsettur fyri nakað lógarbrot.

Eisini navnið hjá Donald Trump er at finna. Tað er tí, at Epstein á einum sinni royndi at ringja til Trump fyri at vitja eina spælihøll hjá honum.

Hvørgin av fyrrverandi forsetetunum eru skuldsettir ella settir í samband við nakað av brotsverkunum, sum Jeffrey Epstein varð skuldsettur fyri.

Jeffrey Epstein varð handtikin í 2019, undir illgruna fyri sextrælkan (traficking) mótvvegis ungum gentum og kynsligan ágang í árunum 2002 til 2005. Hann kundi rokna við einum fongsulsdómi upp til 45 ár. Epstein gjørdi sjálvmorð í fongslinum í august 2019. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

32 Leygardagur 06. Jan 2024

Tesla yvirhálað av kinverska BYD

Hóast framleiðslan av Tesla bilum vaks meira enn væntað, so hevur kinverska bilmerkið BYD yvirhálað heimskendu amerikansku elbilafyritøkuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendi í seinasta ársfjórðingi í fjør skrivar E24.no. Sambært hagtølum yvir bilasøluna seldi Tesla 484.507 bilar í seinasta ársfjóðringi í 2023. Mánadagin kunngjørdi kinverska fyritøkan BYD, at hon seldi 526.000 bilar um somu tíð.

Fyri alt árið 2023 vórðu seldir 38 prosent fleiri bilar ella í alt 1,85 milliónir, skrivar Tesla í eini fráboðan.  Hóast tølini yvir samlaðu bilasøluna síggja betri út hjá BYD, skrivar Bloomberg, at Tesla stendur seg betri á partafelagsmarknaðinum. Her stendur Tesla seg eftir øllum at døma betri í kappingini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

33 Leygardagur 06. Jan 2024

Tryggur føroyskur 10 máls-sigur á Hálsi fríggjakvøldið

Sigurin var ongantíð í vanda. Føroyar vunnu 41-31 eftir 19-16 í hálvleikinum. Føroyar og Belgia spæla aftur í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast belgisku hondbóltsleikararnir sóu rættiliga ræðandi út. Nakað nógv størri enn teir føroysku og við hørðum langskotum í amboðskassanum, so gjørdust teir ongantíð ein hóttan móti føroyska liðnum í kvøld.

Føroyar vunnu 41-31.

Belgia legði seg á odda í byrjanini av dystinum, men føroyska liðið fekk fatur aftur, og eftir eina javna byrjan, løgdu føroyingarnir seg á odda, og hildu eina leiðslu á fýra mál. 

Støðan í hálvleikinum var 19-16.

Pauli Jacobsen vísti leiðina við nógvum góðum bjargingum í fyrra hálvleiki, og í hinum endanum vóru tað proff-spælararnir í Týsklandi, Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum rættiliga vístu síni kynstur.

Tað tyktist ikki sum um at belgisku venjararnir høvdu nakað amboð til at venda gongdini í øðrum hálvleiki. Ikki tí, fleiri av belgisku leikarunum vístu góð evni. Fingun fleiri flott langskot í kassan og áskoðararnir fingu eisini onkrar flottar fríspælingar inn á strikuna at síggja.

Føroyar hildu eina trygga leiðslu gjøgnum allan seinna hálvleik. Belgia nærkaðist ongantíð, og harvið gjørdist seinni hálvleikur ongantíð spennandi, men Føroyar koyrdu ein tryggan sigur heim.

Spælarar sum Hákun West av Teigum og Peter Krogh vórðu spardir í seinna hálvleiki, og móti endanum spældu Føroyar við allari b-ketuni inni – hetta uttan at vera hótt av belgiska liðnum.

Teir royndu ymsar snildir, eitt nú við at verja offensivt eina løtu og taka málmannin út og spæla 7 móti 6 eina aðra, men onki tyktist at rigga hjá teimum.

Í øðrum hálvleiki var tað serliga Rói Berg Hansen, sum vísti vegin við fleiri snarálopum og einum hópi av málum.

Allir føroysku spælararnir fingu spælitíð í kvøld. Eisini í málinum lat Pauli Jacobsen teir seinastu minuttirnar til Nicholas Satchwell, hóast hann als ikki hevði spælt seg av.

Ivaleyst sleppur Satchwell at byrja inni í dystinum í morgin.

Føroyar og Belgia spæla aftur í annaðkvøld. Dystarbyrjan klokkan 19.30.

Elias toppskorari

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist toppskjútti eftir serliga góða byrjan uppá seinna hálvleik.

Føroysku málini:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Rói Berg Hansen 8
Hákun West av Teigum 6
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 2
Allan Norðberg 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Belgia: 10

Útvísingar:
Føroyar: 2
Belgia: 2

Samrøður koma um eina løtu

(Myndir: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

34 Leygardagur 06. Jan 2024

Hóndbóltsmenninir stóðu sjóroyndina

EM-hópurin fekk nakað av undirvísing á Sjónámi og sluppu teir at royna seg sum eitt slag av sinnisligari avbjóðing

Pauli Mittún hevur strítt seg í bjargingarbátin í serstaka hylinum á Sjónám (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ein longri vitjan á Sjónámi var partur av skránni hjá føroyska manslandsliðnum í Klaksvík mikudagin.

Eftir skúlavitjan, venjing og ein betri bita gekk leiðin til nakað av tí ytsta á vestaru síðu av Klaksvík. Her er vanliga sjómansundirvísing, og EM-hópurin fekk nakað av undirvísing og skuldi eisini royna ymiskt verkligt í stóru høllini.

Fyrst sluppu spælararnir í gjøgnum sonevndu neyðsliskuna. Síðani var farið í yvirlivilisidraktir - ið man helst skuldi megna upp á undir 90 sekund - áðrenn teir lupu í hylin. Her kappaðust landsliðsspælararnir fyrst um at koma útí og upp í ein bjargingarbát. Kviki vongurin Rói Berg Hansen hevði bestu tíðina (4,40 sekund).

Síðani var avbjóðingin at venda bátinum, sum tá var holvdur. Eisini royndu menninir, at verða “hivaðir” (bjargaðir) í land í einari línu.

Lærarar á Sjónámi stóðu fyri hesum í samstarvi við mentalvenjara Jens á Skipagøtu. Hetta var partur av sinnisligari venjing, við millum øðrum tað at hava eitt greitt ting at hugsavna seg um, og at halda høvdið kalt í ymiskum støðum - her kunnu smálutir verða heilt avgerandi.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

35 Leygardagur 06. Jan 2024

EM-hópurin fekk heita móttøku í Klaksvík

Fleiri hundrað skúlanæmingar fingu autografar á Skúlatrøð tá hondbóltslandsliðið vitjaði í Klaksvík

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

EM-hópurin var í Klaksvík meginpartin av mikudegnum, og tá teir høvdu rundað húkin, gekk leiðin beinleiðis í skúla.

Farið varð í skúla á Skúlatrøð, so mongu skúlanæmingarnir fingu eina spennandi byrjan uppá 2024.

Tað ganga umleið 750 næmingar á Skúlatrøð. Ilt er at siga, júst hvussu nógv vóru í auluni og í stóra matarhølinum. Tey allarflestu bíðaðu tolin eftir autografum frá landsliðsspælarunum og venjaratoyminum, ið høvdu staðsett seg við ymisk borð.

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

36 Leygardagur 06. Jan 2024

Upphiting í Berlin og heimasíða til føroyingar

Nógv verður gjørt burturúr til føroysku fjeppararnar í sambandi við dystirnar hjá Føroyum í Berlin. Skipað verður fyri stórum upphitingum í næstu viku, og berlin.fo er nú gjørd

Nógvir føroyskir áskoðarar fara at seta sín dám á í Berlin. Upphitingartiltøk og heimasíða skulu gera sítt til fyri at gera upplivingina meira spennandi (Myndir: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Nú nærkast av álvara til ein rúgva av føroyingum seta kósina ímóti týska høvuðsstaðnum fyri at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum til søguligu EM-dystirnar.

Í hesum sambandi gera nakrir av stuðlunum hjá Hondbóltssambandinum nógv burturúr. Í tíðindaskivi verður boðað frá, at BankNordik, Wenzel, Atlantic Airways, Effo og Smyril Line millum annað skipa fyri stórum upphitingartiltaki.

Hetta verður í stóra Kreuzberg Festsaal, sum ikki er serliga langt frá stóru dystarhøllini, Mercedes Benz Arena. Tað er umleið tjúgu minuttir til gongu.

Fyrsta tiltakið verður hósdagin millum klokkan 14 og 17. Dysturin móti Slovenia byrjar klokkan 18 lokala tíð. Eyðun og Terji fara at spæla, okkurt gott verður at drekka, og harafturat verður andlitsmáling og klapparar at fáa.

- Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Berlin, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.

Útfrá seldum atgongumerkjum og øðrum verður roknað við, at útvið 4.000 føroyskir áskoðarar verða til staðar í Berlin.

[object Object]

[object Object]
Nógvir føroyskir áskoðarar fara at seta sín dám á í Berlin (Myndir: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

37 Leygardagur 06. Jan 2024

Noreg fekk javnleik í Danmark

Góð upphiting til EM hjá norðmonnum, sum Føroyar skulu spæla ímóti í Berlin 13. januar. Danmark var á odda við fimm málum, men Noreg vendi tí

Alexander Blonz hevur skorað í Royal Arena. Ungi vongurin skal royna seg móti Føroyum í Berlin skjótt
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Noreg er á pappírinum tað allarsterkasta av mótsstøðuliðunum hjá Føroyum í Berlin. Norðmenn kunnu koma heilt langt í EM-endaspælinum, um teir fáa tingini ordliga at hanga saman, og hósdagin fekk liðið hjá Jonas Wille gott úrslit í Danmark.

Hetta var í fyrsta umfari í sonevndu Golden League. Talan er um upphitingarkapping, sum í hesum førinum er í Danmark. Niðurlond og Egyptaland luttaka eisini.

Noreg spældi uttan Gøran Søgaard Johannessen, og Magnus Abelvik Rød var bert stutt á vøllinum. Hóast hetta var 15-13 til Noreg í steðginum í Royal Arena. Útiliðið spældi betri enn donsku EM-favorittarnir í fyrra hálvleiki, men heimaliðið fekk tó tamarhaldið, sum seinni hálvleikur leið.

Emil Nielsen spældi ógvuliga væl í danska málinum, álopið fleyt væl, og tað var 26-21, tá átta minuttir vóru eftir. Nikolaj Jakobsen tó leikbrá, tí hann vildi, at danska liðið skuldi arbeiða við nøkrum seinastu minuttirnar, men bóltar vórðu tveittir burtur, Danmark brendi skot, og norðmenn vóru kyniskir.

Síðsta løtan endaði 1-6, har Noreg javnaði, tá fýra sekund vóru eftir. 27-27 og eitt gott úrslit og avrik hjá norðmonnum, sum spæla tveir dystir um vikuskiftið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

38 Leygardagur 06. Jan 2024

Andrass Thomsen verður nýggjur stjóri í HSF

Tekur við eftir Hans Jón Thomsen 1. februar. 36-ára gamli havnarmaðurin er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast hjá FSF

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri einari tíð síðani gjørdist greitt, at Hans Jón Thomsen ætlaði úr starvinum sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya tíðliga í hesum árinum. 

Hann tekur EM í Týsklandi við, og 1. februar byrjar ein nýggjur maður í starvinum, og talan er um Andrass Thomsen.

36-ára gamli havnarmaðurin er búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur millum annað áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya nógvu síðstu árini og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum frammanundan tí.

- Starvsnevndin hjá HSF heldur, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.

[object Object]
Úr Fótbóltssambandinum í Hondbóltssambandi - her sæst Andrass saman við Gunn Ellefsen, forkvvinnu í HSF (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

39 Leygardagur 06. Jan 2024

Magne Hoseth settur í samband við Superliga-felag

Sambært danska miðlinum BT hevur høvuðsvenjarin hjá KÍ verið til starvssamrøðu í Lyngby. Í KÍ væntar man tó, at norski venjarin verður í Klaksvík í 2024

Magne Hoseth var nógv frammi í 2023 orsakað av flottu úrslitunum. Nú fer fyrrverandi FCK-spælarin, sambært stórum donskum miðli, møguliga at venda aftur til Superliguna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki bara sum at siga tað hjá KÍ at halda upp á høvuðsvenjaran, Magna Hoseth. Í øllum førum ikki sambært summum miðlum.

Í desember kom ein søga úr Noregi um, at persónar í Start vildu hava føroyameistaravenjaran, ið hevur flott úrslit at vísa á í evropeiskum kappingum. Hoseth vísti hesum meira ella minni púra aftur á tíðindafundi í Lille dagin fyri seinasta Conference League-dystin hjá KÍ, men hósdagin kom hetta partvíst fram aftur á norska TV2.

Fríggjadagin skrivaði danskur miðil, at 43-ára gamli norðmaðurin hevur verið til starvssamrøðu hjá Superliga-felagið. Sambært keldum hjá BT er KÍ-venjarin á listanum yvir teir, sum kunnu taka yvir fyri Freyr Alexandersson. Lyngby hevur í vikuni selt íslendska venjaran til Kortrijk.

Hvussu nógv hald er í hesari søguni um Hoseth er ilt at siga, men stutt eftir at hon kom út, ringdi Tipsbladet til Klaksvíkar.

- Vit kunnu hvørki váttað ella avsannað, hvørjar ætlanir Lyngby hevur. Vit hava ikki fingið nakað tilboð frá Lyngby, og hann hevur ein sáttmála fyri 2024.

So bersøgin er Súni Clementsen, sum hevur tikið sær av ymiskum viðvíkjandi miðling hjá KÍ. Hann slær fast, at man fyriheldur seg til sáttmálan. Einki samband hevur verið millum KÍ og Superliga-felagið, sum noyðist at keypa Magna Hoseth leysan.

[object Object]
Verður Hoseth at síggja við Djúpumýru í 2024 eisini? Sáttmálin er har, men søgurnar ganga (Mynd: Sverri Egholm)

Lyngby hevur helst fleiri á listanum - eisini venjarar við longri CV og frá hægri stigi. Tað, at Magne Hoseth hevur staðið seg so væl í sínum fyrsta høvuðsvenjarastarv, hevur helst vakt áhuga, og eisini verið brennievni til ávísar søgur.

- Vit vita væl, at tað eru nógvar søgur viðvíkjandi venjara okkara. Nógv tær flestu hava einki uppá seg, og tað eru við 100 prosent vissu falskar leysasøgur, sigur Súni Clementsen við Tipsbladet.

Til seinast verður aftur staðfest, at man í KÍ avgjørt væntar, at Magne Hoseth verður venjari í felagnum hetta kappingarárið eisini. Norski venjarin kemur eftir ætlan aftur til Klaksvíkar saman við familjuni sunnudagin. Sáttmálin gongur út eftir kappingarenda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

40 Leygardagur 06. Jan 2024

Gilli vendir aftur til TB

31-ára gamli tvøramaðurin hevur gjørt fimm-ára sáttmála við barndómsfelagið, sum spælir í 1. deild komandi kappingarár

Góð tíðindi til TB-fjepparar á ársins seinasta degi: Royndi landsliðsspælarin hevur skrivað undir langtíðarsáttmála við barndómsfelagið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á seinasta degi áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í mars, skrivaði Gilli Rólantsson Sørensen sáttmála við TB. Ætlanin var, at hann skuldi spæla við barndómsfelagnum til í minsta lagi summarsteðgin.

Tað var eisini tað, sum hendi. Gilli spældi 13 dystir fyri TB teir tríggjar mánaðirnar, tvøramaðurin var í svørtum og hvítum aftur. Samanlagt fekk TB 15 av sínum 16 stigunum í Betrideildini, meðan maðurin við 65 A-landsdystum var í hópinum.

31-ára gamli bakkurin tók sum væntað nøkur stig upp í summar. Í seinnu hálvu hevur Gilli Rólantsson spælt nakrar dystir Superliguni við Vejle. Samstarvið við danska felagið hilnaðist tó ikki heilt sum ætlað, og partanir vórðu samdir um at slíta stutt undan jólum.

Hetta lat hurðina upp fyri nøkrum nýggjum - ella gomlum og kendum. TB skrivaði soleiðis á ársins síðsta degi.

- Í dag, gamlaárskvøld, líta okur frameftir og vóna, at tað nýggja árið hevur nógv gott at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri okum í Tvøroyrar Bóltfelag, og í hesum sambandi hava okur góð tíðindi at deila við tykum. Okur kunnu avdúka, at ein lokalur leikari kemur heim aftur og hevur undirskrivað ein søguligan 5-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hesin er ongin annar enn okra egni Gilli Rólantsson Sørensen.

[object Object]
Andre Dalfoss og Gilli Rólantsson Sørensen í samband við at langtíðarsáttmálin varð undirskrivaður (Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)

Sambært Tvøroyrar Bóltfelag er hetta partur langtíðarætlan fyri felagið: Tá er tað sera týdningarmikið, at man fær eina fyrimynd, sum kann ganga fremst, og TB fegnast um, at lokali spælarin kemur aftur til hetta - tað verður skýrt eitt "satt kupp"

- Gilli hevur roynt tað mesta, ið roynast kann í fótbólti. Hann fór heilt ungur at leika við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC, hann hevur spælt í bestu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi, og hann hevur leikt ikki færri enn 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið (...) Hann er ein leikari, ið motiverar og gevur íblástur, og harumframt hevur hann sera nógvar royndir og rætta hugburðin.

Hetta eru virði, sum okur í TB meta samsvara sera væl við ta langtíðarætlan og tær visjónir, ið okur ætla at fremja í verki.

TB skrivar, at um tað røkkur til uppflyting í 2024, so ongantíð betur. Harvið er júst hetta ikki so nógv í miðdeplinum - tað er menningin við Stóra. Har er ætlanin, at Gilli Rólantsson Sørensen skal spæla stóran leiklut.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2023

41 Leygardagur 06. Jan 2024

- At koma heim at spæla við TB er tað rætta fyri meg

31-ára gamli Gilli Rólantsson Sørensen greiðir frá, hví hann skiftir úr Superliguni til næstbestu føroysku deildina. Hann vil byggja okkurt upp við barndómsfelagnum

Gilli skal vera lyklaleikari í tilgongdini at fáa TB upp í Betrideildina aftur og byggja nakað við haldføri upp (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyrst og fremst vil eg siga, at eg havi eina ótrúliga góða kenslu beint nú. Eg havi altíð havt ein dreym um at vera við til at byggja nakað serstakt upp í heimstaðnum.

Soleiðis byrjar Gilli Rólantsson Sørensen eitt skriv, sum hann deildi á sosialu miðlunum í vikuni.

Í desember gingu søgur um, at Gilli aftur fór at venda aftur til TB. Hann og Vejle Boldklub slitu eisini samstarvið fyri tíð, og gamlárskvøld kundi TB so avdúka eina nýggjársgávu fyri sínum fjepparum. Spælarin sjálvur vildi á ymsan hátt ikki fara úr TB aftur í summar:

- Satt at siga vildi eg ongantíð avstað í summar, tí alt gekk so væl her heima. Felagsskapurin var so góður, og á vøllinum gekk bara heilt væl. Men eg kendi á mær, at eg noyddist út at royna meg, tá møguleikin at fara til Vejle uppstóð. Nú havi eg so onkursvegna fingið tað úr systeminum, og eg veit, at tað at koma heim at spæla við TB er tað rætta fyri meg.

31-ára gamli bakkurin hevur drúgvar yrkisroyndir og 65 A-landsdystir. Tí gevur hann nakað burtur við at koma aftur til Trongisvágs - millum annað missir Gilli allarhelst møguleikan at spæla á landsliðnum í 2024, tí hann fer at spæla í 1. deild. Spælarin sjálvir sær tó aðrar møguleikar:

- Eg kundi havt hildið á at spælt úti í heimi og so komið heim aftur um eini fimm ár og næstan verið klárur at stillað skógvarnar á hillina. Men í staðin fyri vil eg koma heim til barndómsfelagið í besta aldri.

Men hvat er so málið hjá Gilla Rólantssyni og TB?

- Vónin er heilt greitt tann, at okur tey næstu árini kunnu byggja okkurt gott upp saman, tí her er nógv potentiali. Eg ætli mær at koma heim og geva alt tað, ið eg kann, og vónandi fara øll at standa saman um hetta nýggja projektið, sum leiðslan í TB er í ferð við at seta saman.

Gilli Rólantsson Sørensen var við at vinna TB nógv stig í fyrru hálvu í 2023, men liðið vann ongan dyst eftir summarsteðgin og flutti niður úr Betrideildini.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

42 Leygardagur 06. Jan 2024

Mads hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ

Framtíðin hjá 24-ára gamla miðvallaranum hevur verið nakað ivasom. Mads Boe Mikkelsen hevur spælt 68 dystir fyri KÍ seinastu tvey árini

Mads Boe Mikkelsen skifti til KÍ fyri tveimum árum síðani. Miðvallarin vísti seg serliga væl fram í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í eina tíð hevur verið óvist hvagar leiðin gekk hjá Mads, men nú er greitt at hann verður okkara í heili tvey ár afturat. 

Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðuni í gjárkvøldið. 24-ára gamli miðvallarin skrivaði undir nýggjan sáttmála við KÍ síðsta summar. Avtalan gekk út á nýggjárinum, og ymiskt bendi á, at Mads Boe Mikkelsen skuldi skifta felag í vetur.

At hann nú hevur longt kann vísa seg at gerast týdningarmikið fyri KÍ - serliga um hann finnur stigið frá einum góðum parti av 2022, tá Mads Mikkelsen var ein profilur í deildini.

[object Object]
Mads Boe Mikkelsen í bólkaspælsdysti móti Slovan Bratislava. Her legði nummar 6 KÍ á odda við flottum máli (Mynd: Sverri Egholm)

Mads hevur eitt altjóða stig við bóltinum, og hevur seinastu tvey árini skorað trý evropeisk mál fyri KÍ, umframt sítt fyrsta A-landsliðsmál. Samanlagt er maðurin, ið er uppvaksin í Danmark, skrásettur fyri átta A-landsdystir. Hann hevur spælt 68 dystir í øllum kappingum fyri KÍ og skotið tólv mál.

- Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugur sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein ímóti einum í álopsstøðu. Vit í felagnum eru sera fegin um longda sáttmálan og gleða vit okkum at síggja kvika driblisterka nr.6 í bláum búna í 2024 og 2025, skrivar KÍ at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

43 Leygardagur 06. Jan 2024

Bogi verður aftur at síggja í reyðum

ÍF kunngjørdi umráðandi undirskrift gamlaárskvøld. 30-ára gamli miðvallarin við nærum 200 Betrideildardystum vendir aftur til barndómsfelagið í 2024

Bogi Reinert-Petersen spældi seinast í barndómsfelagnum í 2021. Seinastu tvey árini hevur hann umboðað EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er við gleði at vit á ársins síðsta degi kunnu avdúka, at avtala er gjørd millum Boga og ÍF fyri kappingarárið 2024.

Soleiðis skrivaði ÍF á Facebook-síðu sínari seint gamlaárskvøld. Bogi Reinert-Petersen er uppvaksin í felagnum, og spældi seinast við barndómsfelagnum í 2021, tá ÍF flutti niður.

Síðani hevur Bogi spælt 45 dystir við EB/Streymi. Sterki miðvallarin hevur eisini umboðað Víking og HB, umframt Vejle og Kolding í Danmark. Fuglfirðingurin er skrásettur fyri ein A-landsdyst og eina rúgvu av U-landsdystum.

[object Object]
Bogi hevur verið lyklaspælari hjá EB/Streymi tvey tey seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

30 ára gamli Bogi Reinert-Petersen fer nú aftur at hava heimavøll í Fløtugerði. Bogi hevur higartil spælt 187 dystir og skorað 24 mál í bestu deildini, sum ÍF framhaldandi ætlar sær at halda sær í.

Higartil hevur ÍF eisini fingið áleyparan Uros Stojanov aftur til felagið. Av teimum uttanfrá hevur stinni argentinin Elvio Gelmini longt sáttmálan, og greitt er millum annað eisini, at liðformaðurin Karl Løkin heldur fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2024

44 Leygardagur 06. Jan 2024

Karl Vidtfeldt er tann ultimativi felagsskapsmaðurin

Tað eru 50 ár síðani hann varð valdur sum formaður í felagnum á fyrsta sinni

(Mynd: B71)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Karl Vidtfeldt varð nýggjársdag hátíðarhildin í sambandi við, at tað eru 50 ár síðani hann fyrstu ferð gjørdist formaður í B71.

B71 skrivar:

Fyri at seta tingini í perspektiv, so hildu vit fyri fáum árum síðani 50 ára føðingardag fyri øllum felagnum B71, men í dag, nýggjársdag, var tað hinvegin ein merkisdagur afturat, tá sandoyingar valdu Karl til formann felagsins á fyrsta sinnið, bert 15 ára gamal, fyri hálvthundrað árum síðani!

Nýggjársdag skipaðu vit fyri skrúðgongu frá skúlanum og oman í Búðina, at heilsa upp á formannin, ið sostatt hevur 50 ár á bakið, sum formaður og í nevnd, hóast tað skal sigast, at tað ikki er í einum strekki, men í fleiri umførum.

Hesi 50 árini er tað ógvuliga ymiskt hvaðani Føroya fólk kennir Karl, ið hevur havt nógvar ymsar hattar millum ár og dag, bæði í ítrótti, leikandi og í nevnd hjá B71 og FSF, men eisini í dansi, sum eykapolitist, bilsmið og vinnurekandi.

Blíðskapurin var, sum vant, óførur í Vidtfeldt húsarhaldinum, og vit sum bara ætlaðu okkum at standa í túninum, blivu beinavegin stýrd innar í stovuna, har vit róptu trýfalt hurrá, sungu B71 sangin, røddu og handaðu gávu, áðrenn vit drukku ein kaffimunn, enn einaferð í góða felagsskapinum, hesa ferð inni hjá Karl sjálvum.

Afturat Karl, so vilja vit takka baklandinum hjá Karl, Onnu Sofíu og allari familjuni fyri langa lánstíð, har tey eisini hava verið noydd at vera ein virkin partur av felagsskapinum alla hesa tíð.

At vera partur av B71, og einhvørjum felagsskapi er hjá eldsálunum ikki eitt ítriv, men meiri at kalla ein lívsstílur og tá er alneyðugt at hava røttu fólkini rundanum seg eisini.

Myndir: B71

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2024

45 Leygardagur 06. Jan 2024

Enn ein undirskrift í Fløtugerði

24-ára gamli Tonni Thomsen hevði nøkur góð ár á Toftum. Nú er gøtumaðurin komin heim úr Avstralia, og fer at spæla við ÍF í 2024

Tonni Jóhannus Thomsen spældi í trý og eitt hálvt ár við B68 - fyrst í næstbestu deildini men í 2021 og í 2022 í fremstu røð. Sambært FaroeSoccer hevur Tonni 56 dystir í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Óvissa er framvegis um ídnu tvíburðanir úr Syðrugøtu, Elias og Hans Jákup Lervig, halda fram í ÍF, men ein arbeiðssinnaður spælari úr Norðagøtu hevur nú skrivað undir við ÍF.

Talan er um 24-ára gamla Tonni Thomsen. Hann hevur spælt nógv á næstbesta liðnum í barndómsfelagnum Víkingi. Á summri 2019 gekk leiðin út á Toftir, og í 2020 var Tonni við til at fáa B68 upp í Betrideildina aftur.

Tonni Thomsen, sum fyrst og fremst er miðvallari, spældi eisini nógv í 2021 og í 2022, har B68 helt sær uppi. Í fyrru hálvu í fjør var hann aftur í barndómsfelagnum, áðrenn Tonni flutti til Avstralia í eitt hálvt ár, har hann millum nýtti tíðina at spæla, umframt at vera ungdómsvenjari, fyri eitt felag í lægri deildunum úr Melbourne-økinum.

Hetta eydnaðist væl, men nú er gøtumaðurin aftur í Føroyum. ÍF kunngjørdi í vikuni, at árs-sáttmáli er undirskrivaður við Tonni Thomsen. Hann kann røkja fleiri pláss og hevur áður spælt fyri venjaran Aleksandar Jovevic, sum í tvey ár var hjálparvenjari hjá B68.

Sambært FaroeSoccer hevur Tonni Jóhannus Thomsen spælt 56 dystir í Betrideildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

46 Leygardagur 06. Jan 2024

Dánjal tekur eitt tørn afturat

Arbeiðssami og snildi álopskendi spælarin var fastur fúsur hjá ÍF í fjør. Lakjumaðurin hevur spælt yvir 300 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum

Dánjal á Lakjuni hevur nógvar royndir og hevur hann umboðað ÍF størsta partin av sínum lívi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur seinastu tíðina kunngjørt fleiri sáttmálar, og nú er ein lagdur afturat í rúgvuni. Talan er um ein royndan og lokalan spælara, sum hevur longt: 

- 33 ára gamli Lakjumaðurin fekk sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá ÍF í 2008. Dánjal hevur síðani leikt heili 254 dystir og skorað 41 mál fyri ÍF í bestu deildini.

Dánjal á Lakjuni spældi fram til 2020. Síðani tók arbeiðssami og snildi álopskendi spælarin ein støðg á hægsta stigi. Í 2022 var hann við at fáa ÍF upp í fremstu røð aftur, og í fjør spældi Dánjal 23 dystir og skoraði 2 mál, tá fuglfirðingar hildu sær uppi í Betrideildini.

Partarnir hava nú gjørt ein nýggjan eitt-árs sáttmála. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2024

47 Leygardagur 06. Jan 2024

Ungur dani fyrsti nýggi spælarin hjá 07 Vestur

Talan er um 19 ára gamla miðvallaran Magnus Isager, sum kemur úr AC Horsens

Magnus Isager hevur áður verið í AGF eisini. Miðvallarin hevur ikki nógvar royndir í vaksnamannafótbólti, men soleiðis hevur verið við fleiri ungum dønum, sum eru komnir til 07 Vestur seinastu árini og eru vornir profilar (Mynd: AC Horsens)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

07 Vestur hevur mist meginpartin av spælarunum, ið spældu fast í fjør, og tískil skal helst nógvur styrkur til í vetur. 

Nú er fyrsti nýggi spælarin kunngjørdur til hópin. Talan er um 19 ára gamla Magnus Isager, sum kemur úr AC Horsens. Hann verður lýstur sum ein ungur og evnaríkur miðvallari, sum hevur royndir úr uppaftur størri donskum felagi eisini: 

- Tá ið Magnus var 17 ára gamal, flutti hann frá AGF til AC Horsens. Tá hevði hann longu verið rundan um superligahópin hjá AGF, og spælt venjingardystir við fyrstaliðnum. Í juni 2022 bleiv Magnus partur av akademinum hjá AC Horsens. Hann bleiv skjótt ein profilur á U19 liðnum, og bleiv partur av sokallaða “transitiónshópinum”. Hetta eru akademispælarar, sum hvørja viku venja saman við superligahópinum. Hann var eisini við á bonkinum til nakrar dystir í superliguni.

Magnus Isager hevur ikki nógvar royndir í vaksnamannfótbólti, men sambært Transfermarket spældi hann tveir steypadystir fyri Horsens, umframt nakrar dystir á ungdómsliðnum.

U19 venjarin hjá AC Horsens, Claus Troelsen, sigur um Magnus, at hann er ein spælari við góðum motori og hugburði. Hann arbeiðir gróthart á miðjuni, har hann hevur arbeitt nógv við at menna evnini at flyta bóltin skjótt við fáum røringum. Hann hevur eisini nakrar einastandandi menniskjasligar eginleikar, har hann tekur ábyrgd, bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgum.

Magnus lýsir seg sjálvan sum ein rennisterkan og ágrýtnan spælara á sentrala miðvøllinum, sum luttekur bæði í verju- og álopsspæli.

- Magnus gleðir seg at byrja tilveruna í Vágum. Hansara ambitión er at vera við til at lyfta 07 Vestur longri upp á stigatalvuna komandi árini.

Kelda: 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

48 Leygardagur 06. Jan 2024

Richard Goffe heldur fram sum høvuðsvenjari á Sandi

Onglendingurin, ið fyllur 42 ár týsdagin, hevur staðið á odda fyri besta liðnum hjá B71 síðani 2020. Nú hava partarnir gjørt nýggjan tvey-ára sáttmála

Richard Goffe verður ein av trimum persónum, sum verður í fulltíðarstarvi hjá B71 í 2024 (Mynd: b71.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Richard Goffe hevur verið venjari hjá B71 seinastu fýra árini, og til jólar varð nýggj avtala gjørd um at halda á fram við samstarvinum í tvey ár afturat.

Hesum boðar felagið frá í vikuni.

Nú er triði tvey-ára sáttmálin millum partarnar gjørdur millum partarnar. Richard Goffe fyllir 42 ár 9. januar og hevur longu eina virkna venjarayrkisleið aftan fyri seg. Hann hevur starvast í heimlandinum, í Kina og í Íslandi.

- Fyrstu árini í B71 var Richard ógvuliga virkin við bæði 1. deild og barna- og ungdómsarbeiðinum. Hann legði grundarlagið fyri tí virksemi vit hava í dag, men framyvir er barna- og ungdómsvenjingin løgd meiri út til venjarar, ið høvuðsungdómsvenjarin varar av, ið sostatt merkir at Richard framyvir hevur størri fokus á besta mansliðið, umframt ávís eldri ungdómslið hjá felagnum, skrivar B71 á heimasíðuni.

[object Object]
Richard Goffe í samrøðu við Jógvan Martin Olsen á Sandi í samband við eina ungdómsvenjing

Úr B71 verður víst á, at ein stór broyting í mun til 2020 er, at fleiri fólk eru í fullum starvi inni í Dal á Sandi nú.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

49 Leygardagur 06. Jan 2024

Ungdómslið í Nigeria fer at spæla í FC Suðuroy-búnum

Tá Jimmy Abdul fór úr Vági í samband við jólaferiu, hevði hann FC Suðuroy klæðir við til ungu spælararnar á gamla akademinum hjá sær

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit hava sæð tað fleiri ferðir seinastu árini, at brúktir búnar hjá føroyskum fótbóltsfeløagum enda í heimlandinum hjá spælarum ella venjarum, sum hava sína dagliga gongd í Føroyum.

FC Suðuroy hevur Jimmy Abdul í hópinum. Ungi verjuspælarin hevur spælt við felagnum í Vági í eitt og eitt hálvt ár. Hann er úr Nigeria, og tá Jimmy fór heim til jóla, hevði hann nógv FC Suðuroy klæðir við sær, ið fleiri lið hjá felagnum hava nýtt.

FC Suðuroy skrivar, at hetta var til ungu leikararnar akademinum Jaman Football Academy, har hann hevur havt sína fótbóltsuppaling.

Fótbóltsskúlin er í Abuja, sum er høvuðsstaðurin í fólkaríka Nigeria. 

Í 2024 skulu Jimmy Abdul og liðfelagirnir í FC Suðuroy spæla í 1. deild. Liðið flutti sannførandi upp í næstbestu deildina í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2024

50 Leygardagur 06. Jan 2024

David bjóðaður á stóra Fight Night-stevnu

Skal boksa móti lokalum talenti í Gilleleje Fight Night 20. januar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski nevaleikarin David Konoy sleppur av álvara at royna seg, tá boksefelagið í danska býnum Gilleleje seinni í januar skipar fyri stórari boksistevnu, Gilleleje Fight Night 2024.

David er nevniliga bjóðaður til at vera mótstøðumaður móti einum lokalum boksara í einum av dystunum. Nevniliga móti Rasmus Clemmensen í einum dysti yvir 3 ferðir 3 minuttir í lættmillumvekt.

Í lýsingini fyri boksistevnuni verður sagt, at hesin lokali boksarin, Rasmus Clemmensen, er kropsliga sterkur, og altíð er borgan fyri áhugaverdum og hørðum dystum.

Um David Kunoy skrivar Gilleleje Bokseklub, at talan er um ein dugnaligan boksara við góðum nevum. David hevur boksað 17 dystir og vunnið 13, og tað er borgan fyri góðsku.

13 boksidystir eru á skránni á Gilleleje Fight Night, sum verður hildin leygarkvøldið 20. januar frá klokkan 19 í Gilleleje Hallen.

Høvusdysturin hetta kvøldið verður tá ein kvinnuligur boksari úr Gilleleje, Sofie Rosshaug, sum fyrr hevur vunnið HM-silvur, skal royna seg í sínum fyrsta dysti sum professionellur boksari.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2024

51 Leygardagur 06. Jan 2024

Hálvmarathon á skránni í Eysturoynni í dag

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2024 verður runnið í dag: Frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri kappingini, ið vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum (Mynd: athletics.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2024 verður runnið leygardagin 6. januar 2024.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri kappingini. Hetta er vanliga tann fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

- Runnið verður frá brandstøðini á Skála, norðast í bygdini, kring Skálafjørðin og út á Toftir. Byrjað verður klokkan 11, og málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.

Fyrireikararnir boða frá, at øll yvir 16 ár (fødd í 2007 ella fyrr) kunnu luttaka. Kappast verður bólkunum:

-Menn & Kvinnur (1979-2007)
-Menn & kvinnur veteranar (1969-1978)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1968)

Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024

52 Leygardagur 06. Jan 2024

- Farin er nú foldum frá

Hannisi Joensen til minnis

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Róðrarsamband Føroya

Nýggjársaftan 2023 var jarðartíðin uppi. Óvarandi vart tú komin til hina evstu vág, ið lív frá londum skiftir, og sum vit einsamøll mega fara um, sigandi menniskjunum og løtunum farvæl.

Góði Hannis.

Hestfjørður mundi ala fram í tær hin fyrsta hugin til árina og kveikja í barmi lyst til bát og brøgd. Men tað, sum veruliga festi í og legði afturat, var kenslan at vera saman. Tí felagsmaður vart tú, og felagsskapin hevði tú í tínum skjøldri. Virkaði hyggjuliga fyri honum á báti og landi og bar flaggið fyri hann.

Ikki var árin heldur tornað í leiki, so tørnaði tú til fyri Róðrarsambandið, har tú tey næstu fimmogtjúgu árini arbeiddi fyri felagsskapinum við sama hugi og hegni, tey seinastu tíggju sum formaður.

Opin og lurtandi. Fryntligur og álítandi. Treiskur og viljafastur. Soleiðis telvandi við hesum dygdum, ið sannir flaggberar mega hava, til komið var á mál og tikin vóru tøk, ið vóru hinum føroyska kappróðrinum at frama.

Væl royndist tú okkum, Hannis, og tøkk fái tú fyri virðismikla verk títt.

Hvíl í friði, frægi maður, og Jesuspápi veri hjá tykkum, ið eftir sita.

Róðrarsamband Føroya 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2024