Leygardagur 10. februar 2024 | Nr. 6 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 22
SíÐa 8
SíÐa 48
SíÐa 17
SíÐa 13
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Politikkurin í Føroyum er rættiliga trupul at greina fyri tíðina.
Tað tykist sum naggatódn er komin í alla skipanina. Viljin til at finna fram loysnir at føra Føroyar fram á leið, tykist ikki at vera til staðar.
Í staðin heldur skotgrøvsstríðið fram har partarnir hvør sær royna at leggja fótonglar fyri hvørjum øðrum.
Andstøðan á løgtingitingi vinnur, sambært veljarakanningunum, undirtøku fyri stórt sæð at vera ímóti øllum tí, sum samgongan kemur fram við – eins og núverandi samgonga gjørdi frammanundan.
Í andstøðu siga flokkarnir seg hava loysnir fyri hvussu Føroyar skulu at stýrast – tey biðja veljararnar um at sleppa at vísa tað, verða vald, fyri síðan at enda í somu naggatódn sum undanfarna samgonga. Og umvent.
Og soleiðis hevur tað verið í minst fýra valskeið nú, og fýra valskeið er long tíð.
Og tað tykist ikki sum tað hendir tað stóra. Onki bendir á, at skipanin hevur tamarhald á umsitingini av okkara fiskastovnum. Og mantrað, haldføri í búskapinum, saman við ‘hóttandi eldrabyrðuni’ eru avbjóðingar sum tað bert verður tosað um uttan at nakar tykist hava hug ella evni til at gera nakað við hetta.
Síðani seinastu veljarakanning hava tveir landsstýrismenn gjørt royndir at skera ígjøgnum í málum, sum teir hava lovað at loysa, og sum bíðað hevur verið eftir við ávísum spenningi.
Í báðum førum við at senda lógaruppskot til hoyringar. Løgmálaráðharrin úr Framsókn sendi eitt uppskot út um at nútímansgera fosturtøkulógina, og vinnumálaráðharrin úr Tjóðveldi sendi eitt lógaruppskot, ið ikki skuldi eita gongd í haga, men burðardygg ferðavinna.
Sermerkt fyri bæði uppskotini er, at tey skaptu næstan líka so stóra øsing innan í samgonguni, sum tey gjørdu uttanfyri. Tað er ikki heilt lætt í øllum larminum at hoyra teir politikarar og floksfelagarnar, ið stuðla egnum landsstýrismonnum og teirra uppskotum.
Og í báðum førum er tað ógvuliga ivasamt, um 1) uppskotini yvirhøvur verða løgd fyri løgtingið og 2) um tey hava nakran møguleika yvirhøvur fyri at vera samtykt.
Tí – symptomatiskt fyri politiska arbeiðslagið á tingi – so fer tað neyvan at eydnast samgonguni at finna so mikið nógvar atkvøður í hinum blokkinum, ið krevjast fyri at fáa lógaruppskotini ígjøgnum.
Tí andstøðan er – og tað er líkamikið um tað er tann núverandi ella fyrrverandi – ikki áhugað í at finna loysnirnar. Andstøðupolitikkur snýr seg ikki um at gera tað, ið er best fyri Føroyar og føroyingar. Andstøðupolitikkur snýr seg einans um at sleppa fram at valdinum aftur fyri síðan at vísa sítt politiska máttloysi, so at vit aftur kunnu fáa eitt skifti til næsta val aftur.
Og soleiðis fer tað helst at halda fram, líka til teir politikarar traðka fram, sum tora at bróta blokkpolitikkin.
Nýggj veljarakanning gevur andstøðuflokkunum meiriluta, men Fólkaflokkurin er ikki longur størsti flokkur
Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum hevur størstu undirtøku millum veljararnar nú.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti mikudagin.
26,3 prosent av veljarunum siga seg fara at velja Sambandsflokkin nú. Tað er 6,3 prosentstig meira enn á løgtingsvalinum í desember 2022. Um hetta var valúrslitið, hevði Sambandsflokkurin gingið fram við tveimum tingsessum og fingið 9.
Fólkaflokkurin stendur til at fáa 25,2 prosent av atkvøðunum, sum gevur 8 tingsessir.
Teir báðir borgarligu flokkarnir fáa sostatt 17 tingsessir tilsamans, sum hevði verið nóg mikið til at skipa samgongu tveireinir.
Framgongdin til Fólkaflokkin støðgað
25,2 prosent til Fólkaflokkin er eisini ein framgongd upp á 6,3 prosentstig – eins og Sambandsflokkurin hevur. Men í mun til tær seinastu veljarakanningarnar, sum eru gjørdar, er talan um eina afturgongd. Í november í fjør vísti ein veljarakanning, at Fólkaflokkurin hevði undirtøku frá næstan 30 prosentum av veljarunum, men henda gongdin sær út til at vera vend aftur.
Fólkaflokkurin stendur nú til at fáa átta tingsessir, og hóast tað bert er gott eitt prosentstig á muni millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin nú, so stendur Sambandsflokkurin við hesum úrslitinum til at fáa ein tingsess meira.
19-14 til andstøðuna
Triðji andstøðuflokkurin, Miðflokkurin, stendur í nýggju kanningini til at fáa 5,4 prosent, sum er 1,2 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum, men flokkurin varðveir síni tvey umboð á tingi.
Harvið stendur andstøðan til at fáa 19 av teimum 33 sessunum á tingi. Altso enn ein dyggur smeitur fyri sitandi samgongu, sum ikki hevur havt serliga góðar veljarakanningar hesar seinastu mánaðirnar.
Tó so. Seinast Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri betta blað, tað var 9 november, fekk samgongan bert 13 tingsessir ímóti 20 til andstøðuna. Nú er samgongan komin upp á 14 sessir, men framvegis langt fá einum meiriluta á tingi.
Allir samgonguflokkarnir ganga aftur
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 19,3 prosent í nýggju kanningini. Hetta er eitt sindur frægari enn við seinastu kanning, men framvegis heili 7,3 prosentstig verri enn til løgtingsvalið í november 2022.
Javnaðarflokkurin stendur sostatt nú til at ganga aftur í tingsessatali, úr 9 niður í 7 tingsessir.
Tjóðveldi hevur eisini eina lítla framgongd í mun til seinastu kanning, men við 15,9 prosentum, er framvegis talan um eina afturgongd í mun til valið, hesafer á 1,8 prosentstig. Kanningin gevur Tjóðveldi fimm tingsessir.
Triðji samgonguflokkur stendur eisini til eina afturgongd. Framsókn fær 5,9 prosent av atkvøðunum, 1,6 prosentstig færri enn á løgtingsvalinum, og missir tann triðja sessin, so flokkurin aftur fær tvey umboð, eins og Miðflokkurin.
500 fólk vóru við í kanningini, sum varð gjørd mikudagin 7. februar. Av teimum spurdu høvdu 10,5 prosent ikki tikið støðu til hvat tey fóru at velja, 3,3 prosent søgdu seg vilja atkvøða blankt og 1,3 prosent høvdu ikki farið á val.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024
Men tað er undirtøkan fyri Beini Johannesen, ið er vaksandi – fær skjótt pápabeiggjan aftur
Formaðurin í Sambandsflokkinum er framvegis tann føroyski floksformaðurin, sum flest føroyingar vilja hava til løgmann.
Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í hesi vikuni.
Kanningin vísir, at tann sokallaða løgmanseffektin ikki enn hevur havt árin á sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum.
Í mun til tá vit spurdu spurningin seinast fyri trimum mánaðum síðani, so er undirtøkan fyri bæði Bárði og Aksel gingin titt lítið vet aftur. Teir fáa nú undirtøku frá ávikavist 28,0 og 24,9 prosentum.
Hinvegin er undirtøkan fyri formanni Fólkafloksins framvegis vaksandi, og Beinir Johannesen er við at fáa pápabeiggjan, sitandi løgmann, aftur. Fyri trimum mánaðum síðani vildu 22,5 prosent hava Beinir Johannesen til løgmann. Nú eru tað 23,2 prosent.
Í hesi kappingini liggur formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal í eini divisjón lægri saman við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn. Bæði ganga tey eitt sindur fram í mun til seinastu kanning, og fáa undirtøku frá ávikavist 8,6 og 4,5 prosentum av veljarunum.
Formaður Miðfloksins er sambært kanningini als ikki upp á tal at gerast løgmaður. Hóast flokkurin fær undirtøku frá gott fimm prosentum av veljarunum, so eru tað undir eitt prosent, sum peika á Jenis av Rana, tá tað snýr seg um hvør skal vera løgmaður.
Ynskja ikki egnan formann til løgmann
Og júst tá tað snýr seg um Miðflokkin, so er tað áhugavert at kava niður í tølini og hyggja eftir, hvønn miðflokkaveljararnir vilja hava til løgmann. Og tað er ikki Steffan Klein Poulsen ella okkurt annað miðflokkafólk, sum tey vilja hava, tí ‘einans’ 17 peika á ‘onkran annan’, sum var ein av svarmøguleikunum.
Hinvegin eru tað næstan 40 prosent av miðflokkaveljarunum, sum peika á Beinir Johannesen og gott 30 prosent, sum peika á Bárð á Steig Nielsen, meðan einans 13 prosent peika á egnan formann.
Havast skal í huga, at óvissan er stór, tá hugt verður eftir tølunum fyri teir einstaku flokkarnar, og serliga tá talan er um teir smáu.
Beinir Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Norðoyingar peika á Beinir
Um hugt verður eftir hvønn samgonguveljararnir vilja hava til løgmann, so er ikki tann stóri ivin. 57 prosent siga Aksel Johannesen og 22 prosent siga Høgni Hoydal.
Men millum andstøðuveljararnar er meira javnt. 48 prosent siga Bárður á Steig og 42 prosent siga Beinir Johannesen.
Merkisvert er, at næstan helmingurin av veljarunum í Norðoyggjum, 47 prosent, halda at Beinir Johannesen skal vera løgmaður. Í høvuðsstaðarøkinum vilja tey flestu hava núverandi løgmann, meðan Bárður á Steig Nielsen er best dámdur í restini av landinum, t.v.s. í Eysturoynni, í Vágum og Norðurstreymi og í Suðuroy og Sandoy.
Hyggja vit eftir kynunum, síggja vit, at tað stendur javnt millum Bárð og Aksel millum kvinnuligu veljararnar. Teir fáa undirtøku frá 27 prosentum hvør, meðan 22 prosent peika á Beinir.
Monnunum dámar best Bárð á Steig Nielsen, 29 prosent, meðan 24 prosent peika á Beinir og 23 á Aksel.
Millum teir yngstu veljararnar, tey 18-29 ára gomlu, fær sitandi løgmaður bert undirtøku frá 13 prosentum. Tey peika heldur á Bárð og Beinir, ávikavist 33 og 32 prosent.
Aksel er best dámdur millum tey 30 til 44 ára gomlu (27 prosent) og tey oman fyri 60 (30 prosent), meðan Bárður ber best dámdur millum tey 45 til 59 ára gomlu (36 prosent).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2024
Tað verður framvegis leitað eftir tveimum av manningini – allir umborð vóru føroyingar
Tann seinasti maðurin, sum varð bjargaður av Kambi, helt sær fastan á skipssíðuni í hvussu so er í tríggjar tímar áðrenn hann varð bjargaður.
Um hálvgun ellivu tíðina týsdagin komu boðini um, at línuskipið Kambur varð sokkin.
Løgreglan fekk boðini frá skiparanum sjálvum, sum ringdi á alarmsentralin klokkan 07.45 týsmorgunin. Boðini ljóðaðu, at Kambur hevði fingið ein sjógv, og at teir høvdu brúk fyri hjálp beinanvegin.
Bjargingarætlanin varð sett í gongd, og bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi send avstað. Tá tyrlan kom fram, lá Kambur holvdur, og 14 mans stóðu á skipssíðuni.
Tá tann trettandi maðurin var komin upp í tyrluna, var ikki møguligt at taka tann seinasta við, tí hann var var staddur fyri seg sjálvan har frammi á skipinum, og tyrlan og bjargarin høvdu ikki somu møguleikar fyri at koma honum til hjálpar. Eisini var brennievnið farið at ganga undan, og tí tók flogskiparin flog um at fara til lands við teimum 13 og lata tann seinasta sita eftir.
Klokkan 08.13 kom tyrlan til Froðbiar, haðani teir 13 menninir vórðu fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús, og tyrlan varð bunkrað.
Tyrlan fór beinan vegin á leiðina aftur eftir tí 14. manninum. Tað var ikki lætt at fáa fatur á honum, men kl. 10.05 var hann fingin upp í tyrluna. Stutt eftir sakk skipið.
16 mans vóru við Kambi. Óvist er hvør lagnan er hjá teimum báðum seinastu. Øll manningin á Kambi var føroysk.
Síðan týsdagin hevur verið leitað í økinum við bæði skipum og flogførum, men tey hava onki sæð til teir báðar saknaðu menninar.
Væntandi verður sjóforhoyr um hendingina í Føroya rætti í komandi viku.Kambur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
Eystari landsrættur gav í gár Føroya rætti viðhald í at leyslata mannin, ið hevur sitið varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti barni síðan oktober. Kvinnan varð leyslatin fyri tveimum vikum síðani
Maðurin, sum síðan seint í oktober hevur sitið varðhaldsfongslaður fyri at hava framt ógvusligan harðskap móti einum smábarni, varð í gjár latin leysur. Kvinnan, sum eisini er skuldsett í málinum, varð leyslatin fyri tveimum vikum síðani.
Hósdagin var rættarfundur, har ákæruvaldið heitti á dómaran um at leingja varðhaldsfongslingina meðan løgreglan arbeiðir við at kanna málið.
Men Føroya Rættur metti ikki, at tað longur er grundarlag fyri at hava mannin sitandi í varðhaldi, og avgjørdi tí at leyslata mannin. Ákæruvaldið kærdi avgerðina til landsrættin. Í gjár var fundur í Eystara Landsrætti, sum staðfesti avgerðina í Føroya rætti.
Sostatt varð maðurin eisini leyslatin.
Skuldsett eftir harðastu harðskapsgrein
Upprunaliga var hetta málið viðgjørt í rættinum fyri dupult afturlatnum hurðum.
Talan er um ein mann og eina kvinnu, sum eru skuldsett eftir strangastu harðskapsgrein í revsilógini, grein 246, fyri at hava gjørt seg inn á eitt lítið barn. Verður ein dømdur sekur sambært hesi greinini, er møguligt at fongsla ákærda upp í 10 ár.
Fólkini vórðu bæði varðhaldsfongslað seint í oktober, og síðan er varðhaldsfongslingin longd fleiri feðir. Upprunaliga sat kvinnan í varðhaldinum í Mjørkadali, meðan maðurin varð sendur til Danmarkar at sita, tí umstøður er ikki at hava tvey fólk í sama máli sitandi í Mjørkadali.
Fyri 14 døgum síðani avgjørdi fyrst Føroya rættur og síðan Landsrætturin at leyslata kvinnuna, og eftir tað kundi maðurin koma til Føroya og í Mjørkadal at sita.
Løgreglan hevur alla tíðina heitt á at leingja fongslingina sambært grein 787,1 stk. 3 í rættargangslógini, tí mett hevur verið, at tey skuldsettu kunnu órógva kanningararbeiðið og ávirka møgulig vitni í málinum.
Løgreglan um at vera liðug við kanningarnar
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at løgreglan nú er komin so mikið langt við kanningararbeiðinum, at mett verður at tilfarið er klárt um tvær vikur at handa ákæruvaldinum til at orða eitt møguligt ákærurit.
Tó skal sigast, at talan er um at fáa eina mentalkanning gjørda, og óvist er hvussu leingi tað tekur – vanliga verður roknað við seks vikum í slíkum føri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Tað er royðulindin, sum gongur ígjøgnum Húsareyn
Articon, sum borar Húsareynstunnilin, hevur nú baksað seg ígjøgnum Argjaflánna.
Tað er royðulindin, sum gongur ígjøgnum Húsareyn.
Vanliga eru slíkar lindir millum hálvan og ein metur, men Argjafláin er seks.
Meginparturin av henni er leirur og sandsteinur, so tað er óstabilt tilfar. Serliga, har fláin gongur ígjøgnum loftið á tunlinum, má arbeiðast varliga, skrivar Articon.
Alt má tryggjast væl fyri at koma ígjøgnum slíkt tilfar. Boltarnir skulu vera longri, betonglagið skal vera tjykkri, og armeringin skal eisini vera sterkari.
Í løtuni eru um 450-470 metrar eftir at sprongja og ætlanin er, at tunnilin verður skotin ígjøgnum seinast í mars.
Húsareynstunnulin verður 1.705 metrar langur. Breiddin í tunlinum er 10,5 metrar.
Eftir ætlan skal arbeiðið við innkomuvegnum vera liðugt seinni í ár.
Myndir: Articon
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni
Danska Kongshúsið boðaði fríggjadagin frá, at kongshjúnini koma til Føroyar á almenna vitjan í summar.
Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sigur Løgmansskrivstovan.
- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen.
Kongafamiljan, tá krúnprinsafamiljan, í Mikladali í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.
Seinast tey vóru í Føroyum var tað sum krúnprinsapar. Tað var á sumri 2018.
Túrurin til Føroyar er partur av einari rundferð hjá kongshjúnunum í Norðurlondum tíðliga í summar. Umframt Føroyar, fara kongshjúnini á vitjan í Svøríki, Noregi og Grønlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Enn er flaggkunngerðin ikki broytt sambært broytingum í kongshúsinum
Mánadagin 5. februar hevur Mary drotning føðingardag. Hon fylti 52 ár.
14. januar gjørdist hon drotning av Danmark, tá maður hennara, Fríðrikkur, tók yvir donsku trúnuna eftir móðir sína, sum legði frá sær.
Men føðingardagurin hjá drotningini er ikki almennur flaggdagur í Føroyum.
Føroyska flaggkunngerðin er frá 2003. Broytingin, sum kom í gildi tá var, at tað ikki longur varð flaggað fyri Ingrid drotning, Benediktu prinsessu, Heindrikki prinsi, Joachim prinsi, frælsisdegi Danmarkar og Valdemarsdag, sum er danski flaggdagurin.
Harvið staðfesti kunngerðin, at tað einans verður flaggað fyri regentinum og trónfylgjaranum.
- Eftir trónskiftinum verður neyðugt at dagføra kunngerðina. Hetta er ikki gjørt enn, men verður væntandi gjørt í næstum, upplýsir løgmansskrivstovan.
Fríðrikkur kongur hevur føðingardag 26. mai – hann fyllir 55 næstu ferð – og Christian krúnprinsur fyllir 15. oktober, hann er 18 ára gamal.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Hinvegin síggja prísirnir í Havn út til at hava funnið eina legu
Miðal sethúsaprísurin í Havn lækkaði eitt vet í 2023, í mun til í 2022. Samstundis hækkaði miðalprísurin í Eysturoynni og samlað fyri alt landið.
Tað staðfestir Betri banki á heimasíðuni.
Í Tórshavn kostaðu eini sethús í miðal 3,8 milliónir krónur í 2023. Hetta er 3 prosent minni enn í 2022. Tá kostaðu eini sethús í miðal 3,9 milliónir krónur.
Í Eysturoynni, og samlað fyri alt landið, kostaðu eini sethús í miðal ávíkavist 2,3 og 2,7 milliónir krónur í 2023. Hetta er 11 og 3 prosent meira enn í 2022.
Rentuhækkingarnar seinasta árið hava ført við sær, at tað er vorðið tyngri at seta búgv. Samstundis hava miðal sethúsaprísirnir verið hægri í Tórshavn, samanborið við alt landið, og harvið eru prísirnir meira viðkvæmir fyri rentubroytingum. Tað kann vera orsøkin til, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er lækkaður, meðan hann er hækkaður aðrastaðni í landinum.
- Nú rentan er hækkað og vegakervið er vorðið betri, síggja vit ábendingar um at pør, har annar partur hevur tilknýti til øki uttanfyri høvuðsstaðin, fyrst royna at finna bústað í tí nærumhvørvinum. Hetta økir kappingina eftir bústøðum uttanfyri høvuðsstaðarøkið, og tað fara vit møguliga eisini at síggja aftur í prísunum kring alt landið komandi tíðina, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021, og nú er tað á sama stigi sum í 2019, áðrenn korona, skrivar Hagstovan
Arbeiðsloysið í Føroyum er nú á sama stigi sum áðrenn korona, og Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Arbeiðsleys eru fólk, sum einki arbeiði hava, eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan tvær vikur. Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021, og nú er tað á sama stigi sum í 2019.
Arbeiðsloysið hjá monnunum er ikki minkað við somu ferð sum hjá kvinnunum. Tað er 1,7 prosent hjá monnum, sum er 0,6 prosentstig hægri enn 2019, og arbeiðsloysið hjá kvinnunum er 0,9 prosent, sum er 0,5 prosentstig lægri enn 2019. Í tali eru tað 304 arbeiðsleysir menn og 130 arbeiðsleysar kvinnur, og sostatt eru tvær ferðir so nógvir arbeiðsleysir menn sum kvinnur.
Av teimum norðurlendsku londunum og ES miðaltalinum í árunum 2015 til 2022 liggja Føroyar lægst. Ísland er tað einasta av hesum londunum, sum tað eina árið, í 2016, hevur havt lægri arbeiðsloysi. Í hesum londum er arbeiðsloysið lækkað hesi árini, uttan tá korunufarsóttin rakti, skrivar Hagstovan.
Um nýggjastu tølini úr Føroyum verða samanborin við tølini hjá Eurostat fyri fjórða ársfjórðing 2022, sæst, at Føroyar hava eitt lutfalsliga lágt arbeiðsloysi samanborið við onnur lond.
Í Evropa hava Føroyar lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið við 1,3 prosentum. Tað hægsta arbeiðsloysið er í Spania og í Grikkalandi við ávikavist 13 og 12 prosentum. Bæði Svøríki og Finnland liggja oman fyri ES miðaltalið, meðan hini norðurlondini liggja undir. Kekkia er landið, ið liggur tættast at føroyska arbeiðsloysinum við 2,2 prosentum.
Bæði føroyskar kvinnur og menn liggja lægst millum øll londini í Evropa. Arbeiðsloysið hjá føroysku kvinnunum brýtur serstakliga frá og er undir eitt prosent. Tær liggja 1,6 prosentstig lægri enn í Íslandi við 2,5 prosentum. Arbeiðsloysið hjá føroyskum monnum er 0,2 prosentstig lægri enn í Kekkia, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
Nýggjar reglur koma í gildi tá tú brúkar Dankort, Visa/Dankort og Mastercard á netinum
Mánadagin verða reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar. Hetta merkir, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini SMS-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum, skrivar BankNordik.
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12. februar. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð.
Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið fer annars at rigga sum vant.
Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets: nets.eu/3dsfo. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Tvey eins 190 metrar lang ro-ro-skip skulu eftir ætlan av bakkastokki í 2026
Smyril Line hevur gjørt sáttmála við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip fyri felagið.
Talan er um tvey eins ro-ro-skip, ið verða 190 metrar til longdar og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar. Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026.
Skipini verða sniðgivin í tøttum samstarvi við Knud E. Hansen, skipsarkitektar, sum saman við drúgvu royndunum hjá Smyril Line á Norðuratlantshavinum skulu tryggja, at skipini verða bygd til serstøku leiðina millum Evropa, Føroyar og Ísland. Skipini verða nútímans og umhvørvisvinarlig, og lúka øll altjóða útlátskrøv.
Samanborið við verandi flota felagsins, verður útlátið munandi minni fyri flutt tons. Samstundis verða skipini útgjørd við battarískipan og møguleika fyri landstreymi, sum hevur við sær at havnaoperatiónir kunnu fremjast uttan útlát. Skipini verða eisini fyrireikað til at sigla við e-metanol, ið mett verður at verða besta framtíðar valið til grøna orku hjá Smyril Line.
- Nú er tíðin búgvin at seta okkum nýggj og størri mál við kós ímóti minni útláti í Norðuratlantshavi, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.
- Aðalmál felagsins er at syrgja fyri einum tryggum og álítandi flutningi av bæði ferðafólki og farmi, og at sambinda útjaðaran í Norðuratlantshavi við restina av heiminum. Við nýggju skipunum leggja vit dent á at framtíðartryggja og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn. Eisini fara vit at flyta nógv størri nøgdir av farmi við minni orkunýtslu, enn vit gera nú. Orkusparingin verður í minsta lagi 60 prosent. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum at røkka okkara málum ímóti netto null útláti í 2050, samstundis sum vit kunnu geva okkara kundum eina enn betri tænastu.
- Vit hava síðan 1982 havt rutusigling í Norðuratlantshavi. Hetta er ikki bara ein av heimsins longstu ro-ro og ro-pax leiðum, men helst eisini tann við mest avbjóðandi siglingartreytum. Vit vita tí av royndum, at sigling á okkara leið setir stór krøv til bæði skip og manning, og vit hava tí sniðgivið skipini við hesum í huga, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
30 menn á Sjúrðarbergi eru uppsagdir
Øll manningin á flakatrolaranum Sjúrðarberg er send tl hús. Tað váttar Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fyri Frihedsbrevet.
Minkaðar kvotur og nýggjur Gadus skulu vera orsøkin til uppsagnirnar á skipinum hjá JFK, sum kom til Føroya í 2020. Í uppsagnarskrivinum til manningarnar verður upplyst, at kvoturnar eru minakaðr umleið 50 prosent seinastu trý árini.
JFK hevur 47 prosent av føroysku kvotuni í Barentshavinum. Restin av kvotuni verður býtt millum Akraberg, sum hevur 29 prosent, og Enniberg, sum hevur 24 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Harafturat lata Fiskivinnuroyndir framhaldandi stuðul 10 verandi verkætlanir
Hesa ferð komu 12 nýggjar umsóknir inn til Fiskivinnuroyndir. Harafturat vóru 10 verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2023.
Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Raðfest øki eru royndarveiða, góðska á ráfiski, virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.
Við støði í, at fleiri umsóknir høvdu fingið játtan um framhaldandi stuðul í 2024, vóru einans 1,46 milliónir krónur tøkar at játta nýggjum umsóknum í ár.
Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið mælti landsstýrismanninum til, at seks nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær 10, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, eisini verða stuðlaðar í 2024.
Tær seks verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul eru:
Pf. JFK Trol: “Ljós Reki” 740.000 krónur
Barið Vágar: “Pilka Høgguslokk” 210.000 krónur
Spf. Nýpan: “Samegna” 190.000 krónur
Delta Seafood: “LSP/LSP 2” 125.000 krónur
Pf. Netastovan: “Makreltrol” 100.000 krónur
Náttúruvísindadeildin: “FarCod” 95.000 krónur
Tær 10 verkætlanirnar, sum halda fram í 2024 eru:
Petur Larsen: “Sjálvvirkandi ílegging í flakamaskinu” 650.000 krónur
FISF: “MSC góðkenning av fleiri fiskasløgum” 450.000 krónur
Havstovan: “Reyðsprøka og tunga” 400.000 krónur
Sjókovin: “Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapur” 350.000 krónur
Sjógæti: “Royktur uppsjóvarfiskur uttanlands” 300.000 krónur
Fróðskaparsetur Føroya: “Stovnsgull” 300.000
Varðin Pelagic: “Maskinskering av svartkjafti” 300.000 krónur
Biofar: “Taskukrabbi” 228.000 krónur
FISF: “Innvigingartøl til stovnsmetingar” 194.000 krónur
Havstovan: “Støðan á Føroyabanka” 40.000 krónur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
Fimm av teimum 14 umsóknunum vórðu játtaðar. 7000 tons av svartkjafti eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir
Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.
Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 22. januar 2024.
Fiskimálaráðið fekk 14 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans var søkt um 44.600 tons.
Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Av játtaðu umsóknunum eru 3 til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.
Tvær av játtanunum eru latnar til reiðarí/skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini. Talan er um royndir, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini ella góðskuna á fiskinum.
Ikki játtaðar umsóknir vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.
Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at sannlíkindini eru størri fyri, at endamálið við royndunum verður rokkið.
Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2025.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
P/F Faroe Marine Products - 1.800 tons
P/F Netastovan - 1.800 tons
P/F Thor Fisheries - 1.200 tons
Sp/f Saga - 1.200 tons
P/F Varðin Pelagic - 1.000 tons
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Fekk heiðurstekin Tórshavnar býráð á samkomu á Vaglinum í vikuni
Óli Jacobsen, sum í eitt mannaminni far formaður í Føroya Fiskimannafelagi, hevur fingið handað heiðurstekin Tórshavnar Býráð. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum á samkomu í gjár handaði Óla Jacobsen heiðurstekin og skreytblað.
Óli Jacobsen hevur í langt áramál gjørt eitt megnar arbeiði við at festa á blað søguna um fólkið, sum livað hevur í Føroyum.
Mong hava lisið greinarøð hansara í bløðunum, ið eisini eru tøk fyri almenninginum á heimasíðuni “Talgildir Kirkjugarðar”.
Harumframt hevur hann latið úr hondum fleiri bøkur um borgarar, sum á ymsan hátt hava havt týdning fyri siðsøguna í kommununi.
Óli er sjónligur í býarmyndini, altíð á ferð, altíð í práti við fólk. Hann hevur víst óteljandi gestum runt í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Við at skanna qr-kotur á sjálvum gravsteinum, ber nú eisini til at lesa mongu greinar hansara um tey jarðaðu. Tað ein heilt serstøk uppliving at lesa um livaða lívið á sama staði, sum viðkomandi nú liggur undir mold.
Óli hevur eisini stuðlað við fakligari ráðgeving, nú qr-kotur eru settar upp við fýra minnisvarðar yvir føroyingar, sum sjóðlatnir eru undir Íslandi, skrivar torshavn.fo.
Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til varðveitslu av siðsøgu okkara, verður Óli Jacobsen heiðraður við gullheiðurstekini Tórshavnar Býráðs.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Starvsfólkini á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka fingu heiðurin sum ársins fyrstu hjálparar 2023. Eisini vóru aðrir heiðrar latnir
Ársins fyrstuhjálparar 2023 eru starvsfólkini á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka, fyri at geva einum smádreingi lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ið hann var smokkaður ígjøgnum ein skalv og lá í einum áarløki.
Eisini vóru fjallmenn á Húsum heiðraðir fyri at veita fyrstuhjálp og bjarga lívi, tá ein maður fekk hjartasteðg.
Gert Haraldsen fekk somuleiðis heiður fyri at veita fyrstuhjálp og soleiðis bjarga sjónini á konuni, tá ið sýra spruttaði í eygað á henni.
Fýra ymsir barnaheiðrar vórðu eisini handaðir.
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, tosaði um munin á at duga fyrstuhjálp - og ikki at duga fyrstuhjálp. Ein munur, sum kann merkja munin ímillum lív ella deyða - ella munin á varandi meini ella ongum skaða
Gert Haraldsen er eisini tilnevndur ársins fyrstuhjálpari 2023. Eftir at sýra spruttaði í eygað á konu hansara, Sigrið, var Gert skjótur at skola eygað og ringja eftir hjálp. Arbeiðsplássið hjá Gert gongur høgt uppí, at starvsfólkini duga fyrstuhjálp – og eisini, hvussu tey skulu handfara vandamikil evni. Hetta bjargaði eyganum á Sigrið
Jákup, Oluf, Jákup, Oddur, Hallur, Ólavur, Pætur og Dávur eru somuleiðis tilnevndir ársins fyrstuhjálparar 2023. Teir framdu lívbjargandi fyrstuhjálp, tá Arnold smokkaði saman við døgurðaborðið eftir at hava verið á fjalli. Hjartastartarin riggaði ikki, men menninir dugdu fyrstuhjálp og mistu ikki mótið
Starvsfólk á Dagstovninum á Flatinum eru ársins fyrstuhjálparar 2023. Tey samstarvaðu væl og arbeiddu skjótt, tá fýra ára gamli Fríði datt í ánna úti í garðinum. Stutt fyri hendingina høvdu starvsfólkini á dagstovninum havt ráðleggingardag, har tey lærdu fyrstuhjálp. Tríggjar vikur seinni, tá vanlukkan hendi, vistu starvsfólkini júst hvussu tey skuldu gera. Sunnrid Eyðunsdóttir, varaleiðari, og Rosa Prestá, leiðari, tóku ímóti heiðrinum vegna starvsfólkið.
Hjarnar Friðrik eigur ársins barnaheiður. Bert fýra ára gamal, skilti Hjarnar Friðrikk álvarsligu støðuna, tá vinmaðurin, Fríði, datt í ánna í barnagarðinum. Hjarnar Friðrik boðaði teimum vaksnu frá, so Fríði fekk røttu hjálpina beinanvegin.
Philip og Ísakur fingu virðisløn fyri at handla skjótt, tá vinmaðurin, Jónas (í miðjuni), datt og fall í óvit meðan teir spældu úti. Meðan ein teirra sat hjá Jónasi, rann hin eftir hjálp.
Katrin Maria og Sandra fingu somuleiðis virðisløn fyri ársins barnaheiður. 7 ára gamli Baldur datt og sló høvdið í ein stein, meðan tey spældu í eini á. Katrin Maria og Sandra vóru skjótar at renna eftir hjálp og boða frá, so alt spældi væl av.
12 ára gamli Levi fekk virðisløn fyri at vera umhugsin, handla skjótt og boða frá, tá hann sá ein mann liggja úti í túninum. Levi ringdi til mammuna, sum ringdi eftir sjúkrabili.
Vinmenninir Hjarnar Friðrik og Fríði. Hjarnar Friðrik fekk Ársins barnaheiður fyri at bera skjótt og rætt at, tá ið 4 ára gamli vinmaðurin, Fríði, kom illa fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Á fyrsta sinni hevur Fróðskaparsetur Føroya útskrivað diplomprógv á bachelor- og masterstigi í føroyskum sum øðrum máli
Eitt slag av nýggjari søgu varð fríggjadagin skrivað, tá 20 prógv vórðu handað í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum til fólk, sum hava lisið føroyskt sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Tilflytingin til Føroya er stór, og borgarar liva og búleikast her, sum upprunaliga koma úr yvir hundrað ymsum londum. Hetta setir stór og nýggj krøv til førleikarnar at læra børn, ung og vaksin føroyskt mál, og tí varð ein roynd gjørd í 2021 at taka upp ein flokk av lesandi í Føroyskum sum øðrum máli. Ein útbúgving og eitt fak, sum ongantíð áður hevur verið givin í Føroyum.
Tey 20, sum hava fingið prógv, høvdu øll útbúgving frammanundan og arbeiði í skúlaverkinum í Føroyum. Nú hava tey so fingið nýggjar førleikar at læra børn, ung og vaksin, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, føroyskt mál.
11 av teimum, sum fingu prógv, arbeiða í fólkaskúlum, fimm á miðnámsskúlum, tvey á Námi og onnur tvey burturav sum kvøldskúlalærarar. Nøkur av teimum arbeiða tó bæði sum lærarar í fólkaskúla og sum kvøldskúlalærarar, har tey undirvísa vaksnum.
Førleikatørvurin í skúlaverkinum at undirvísa næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, veksur - sum nevnt - nógv, og hesi, sum í dag hava lokið prógv, eru eitt ítøkiligt úrslit av royndunum at menna hesar førleikar, sum eru alneyðugir, tá talan er um integratión til gagns fyri nýggju borgararnar og samfelagið annars.
Undirvísingin hevur verið skipað sum parttíðarlestur, fyri tað mesta mánadagar og um vikuskiftini, so tey lesandi hava kunnað røkt størv síni eisini.
Teir skúlar og stovnar, sum nú kunnu fáa ágóðan av nýggju førleikunum, eru Miðnám á Kambsdali, Tekniski skúli í Klaksvík, Nám, Skúlin á Fløtum, Eysturskúlin, Sankta Frans Skúli, Hoyvíkar skúli, Tórshavnar kvøldskúli, Runavíkar skúli, Kvøldskúlin í Runavík, Skála skúli, Stranda skúli, Eiðis skúli, Tofta skúli, Tofta kvøldskúli, Meginskúlin á Sandi (& kvøldskúlin), Vágs skúli og Tvøroyrar kvøldskúli.
Nøkur av teimum lesandi, sum fríggjadagin fingu prógv, fara at leggja fram á ráðstevnu, sum Setrið skipar fyri um føroyskt sum annaðmál.
Ráðstevnan verður 22. mars 2024, og hon verður almenn.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, handaði prógvini í dag. Her er tað Elinborg Osvaldsdóttir, sum kann frøast um sítt avrik
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Filmshúsið sett nýggjan leiðara sum tekur við eftir Tinu í Dali Wagner
Filmshúsið, sum skal ganga á odda fyri føroyskari filmsframleiðslu og at menna føroysku filmsvinnuna, hevur sett Marjuna Niclasen í starv sum leiðari.
Marjun Niclasen hevur seinastu sjey árini verið leiðari fyri Visit Runavík. Hon er útbúgvin Cand. Mag. í fimsvísind og miðlan og hevur í mong ár verið virkin í arbeiðinum við at menna føroyskan film. Hon hevur m.a. sitið í stýrinum fyri Filmshúsið. Hon hevur eisini drúgvar royndir innan mentan, íverksetan og ferðavinnu.
Filmshúsið varð sett á stovn í 2018 við tí endamáli, at menna eina føroyska filmsvinnu. Hesum arbeiði hevur Tina í Dali Wagner staðið fyri hesi seinastu seks árini. Ein strategisk ætlan er løgd, har filmur í Føroyum skal flyta seg frá at verða eitt ítriv til eina vinnu. Arbeitt hevur miðvíst verið við førleikamenning og at seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hetta arbeiðið skal Marjun Niclasen nú, saman við stýrinum fyri Filmshúsið, standa á odda fyri.
- Livandi myndir gerast ein alsamt størri mentanarberi, og her kunnu vit gera nakað munagott, so føroyskt mál og mentan standa sterk hjá komandi ættarliðum. Vit skulu skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, sigur Marjun Niclasen.
Marjun Niclasen tekur við starvinum 20. mars 2024 og arbeiðsstaðurin verður í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Heldur tveir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í næstu viku
Hvussu sær framtíðin út fyri ríkisfelagsskapin? Hvussu verður, tá heimsins stórveldi av álvara venda eygunum móti Arktis og Norðurlondum? Hvat skulu vit rokna við, tá amerikanarar fara á val næstu ferð? Hesir og fleiri aðrir spurningar verða umrøddir, tá danski journalisturin og sjónvarpsverturin, Clement Kjærsgaard, vitjar Norðurlandahúsið í februar við tveimum fyrilestrum.
Mánadagin, 12. februar kl. 19.30, vendir hann sjóneykuni ímóti ríkisfelagsskapinum, Norðurlondum og Arktis, og røður um møguleikar og hóttanir, sum koma í kjalarvørrinum av, at heimsins stórveldi venda eygunum hendanvegin.
Týsdagin, 13. februar kl. 19.30, víðkar hann sjónarhornið fyri at greiða frá hóttanum móti fólkaræðinum í heiminum. Í fyrilestri um heimsins stórveldi og teirra valdsspæl røður hann um kríggið í Ukraina, um stríðið ímillum Ísrael og Gaza og millum Kina og Taivan, eins og um komandi forsetavalið í USA.
Atgongumerkið fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Á samkomu hóskvøldið í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum fekk ungi tónleikarin, Ari Hammer Joensen, gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum
8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári fær eitt ungt listafólk peningagávu úr grunni hansara fyri at stimbra til listaliga útbúgving.
Hesaferð er valið til gávugóðsið ungur tónleikari, sum longu hevur víst síni framúrskarandi evni á ljóðførinum, sum hann hevur valt sær at spæla á.
Ungi maðurin er Ari Hammer Joensen, og hann fór sum 14 ára gamal at spæla upp á orgul. Hann hevði ikki stórvegis áhuga fyri tónleiki sum barn, men í fólkaskúlanum setti lærarin hann at spæla klaver í tónleikasamanspæli, og hetta vakti áhugan hjá dronginum, sum beinanvegin helt tað vera stuttligt at spæla klaver.
Tá hann fór at ganga til prest, fekk hann í boði at spæla upp á orglið í kirkjuni. Hann tók av og gjørdist púra bitin av hesum veldiga ljóðføri.
Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. Í fjør heyst byrjaði Ari á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Nevndin í grunninum, sum í løtuni er Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, Marita Súsanna Dalsgaard, forkvinna í LISA og Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur m.a. soleiðis um valið í ár:
At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk.
Ari Hammer Joensen fær 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.
Tey, ið áður hava fingið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum eru:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Heiðurin fekk hon fyri stuttfilmin "Sæla"
Geyta-kvøld var í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har tilnevndu stuttfilmarnir vórðu sýndir.
Eftir hetta vóru virðislønir handaðar, og tað var Katrin Joensen-Næs, sum vann stóru virðislønina, Geytan, fyri filmin "Sæla".
Vinnarin av Áskoðaravirðislønini 2024 gjørdist stuttfilmurin "Død af Grin". Terji Mohr er leikstjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Nathan Carter hevur skapt sær eitt navn á bretsku oyggjunum við løttum og fólksligum countrytónleiki - kemur til Føroya við fullum bólki
Ein hin best væl umtókti sangarin, tá tað kemur til írskan countrytónleik, Nathan Carter, verður eitt av høvuðsnøvnunum tá tað aftur verður kontrifestivalur á Dungasandi í Sørvági.
Nathan Carter er 33 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Liverpool í Onglandi, men foreldur hansara koma úr Norðurírlandi.
Hann kom við síni fyrstu útgávu longu sum 17 ára gamal í 2007, og síðan hevur hann givið út nýggjar plátur á næstan hvørjum ári. 14 heildarútgávur er tað blivið til umframt seks konsertupptøkur og ein savnspláta.
Nathan Carter upptraðkar við einum blandi av amerikanskum country og írskum og skotskum fólkatónleiki og og so sangir sum hann sjálvur skrivar í eyðkendum írskum country-fólk-stíli.
Umframt at syngja, plagar hann eisini at upptraðka við harmoniku, sum hann er rættiliga kringur at spæla uppá. Hann hevur egnan bólk við sær, tá hann kemur til Føroya í summar.
Sørvágs Country og Bluesfestivalur verður hildin í døgunum 6. til 8. juni. Nøvn, sum eru kunngjørd at spæla í ár eru Magni Christiansen, Tinganest, Evi Tausen og Jens Marni & Kim Hansen.
Her eru leinki til nakrar av sangunum hjá Nathan Carter
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
Summar Festivalurin hevur kunngjørt, at glóðheiti føroyski rappbólkurin kemur til Klaksvíkar at framføra
Tað er framvegis vetur, men tónleikafestivalarnir eru byrjaðir at kunngerða ymisku nøvnini til tiltøkini í summar.
Í vikuni hevur Summar Festivalurin kunngjørt eitt av sínum fyrstu nøvnum. Bretin Olly Murs og lokali bólkurin Dynamitt vórðu kunngjørd í desember - nú er tað glóðheiti rappbólkurin RSP, sum er komin á skránna.
- RSP fekk stóra gjøgnumbrotið fyri tveimum árum síðani, tá ið teir stórhittaðu við sanginum "Send mær meira pengar", sum framvegis kann fáa áhoyrarafjøldina at kóka, tá ið hann verður framførdir. Sangurin var kosin ársin útvarpshitt, og bólkurin vann heiðursløn sum Ársins spíri á FMA.
- RSP spælir framfýsnan og lívligan hip-hop við ósmædnum tekstum og góðum løgum, og teir eru framúr á palli. Teir hertaka staðið, har teir spæla, og tað sást eisini í Berlin, tá ið fólk flippaðu út til teirra fangandi sangir undir upphitingini til dyst hjá manslandsliðnum í hondbólti.
RSP á palli í Berlin (Mynd: jn.fo)
RSP á pallinum í Klaksvík í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
Soleiðis lýsir Summar Festivalurin sítt nýggja navn. Bólkurin úr høvuðsstaðnum spældi eisini á festivalinum í fjør, og tað verður heilt vist lív í á Vágsbøi, tá ið RSP í summar fer at framføra sangir sum "Send mær meira pengar", "Ball í bilin", "Honky Tonk", "Hygg eftir mær".
Summar Festivalurin 2024 verður á skránni í døgunum 8. til 10. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
Tað eru lesarar, ið avgera, hvør skal vinna "Lesaravirðislønina". Tey trý verkini, ið eru tilnevnd, eru "Saga JAM" eftir Høgna Mohr, "Summarið varar ikki alt árið longur" eftir Katrin Ottarsdóttir, og "Tám" eftir Jón Thorsteinsson
Tey føroysku bókasøvnini, sum er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum - Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið - hava stovnað nýggja bókmentavirðisløn.
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið "Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum", og eru tað lesararnir sjálvir, ið gera av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn.
Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.
– Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur, skriva bókasøvnini í tíðindaskrivi.
– Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Tey trý verkini, sum er tilnevnd, eru "Saga JAM" eftir Høgna Mohr, "Summarið varar ikki alt árið longur" eftir Katrin Ottarsdóttir, og "Tám" eftir Jón Thorsteinsson. Meira kann lesast um bøkurnar her.
Atkvøðugreiðslan um, hvør skal hava lesaravirðislønina byrjaði 1. februar og heldur fram til 1. mars. Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Virðislønarupphæddin er 30.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra barnabøkur út í ársins fyrsta bókaumfari
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra bøkur út í ársins fyrsta bókaumfari. Bøkurnar eru í handlunum nú, og tær eru til børn í ymsum aldri.
Børn, sum eru limir í Bókaklubbanum hjá Bókadeildini, fáa bøkurnar bornar til dyrnar við ókeypis flutningi, áðrenn tær koma í handlarnar. Bókaklubbin hevur limir kring allan heimin.
Meira um nýggju bøkurnar:
Djór á bønum
Hendan bókin er ein stuttlig sansabók til tey minstu. Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum.
Bókin er ein pappbók, 12 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0-1 ár.
Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær
Tá ið lítla moldvørpan ein dagin stakk høvdið upp úr moldini, datt okkurt beint í høvdið á henni ...
Nú kanst tú lesa um royndina hjá lítlu moldvørpuni at finna tann seka í hesi stuttligu útgávuni av klassisku myndabókini. Flyt myndina og síggj kukkarnar hjá teimum mistonktu djórunum koma bóltandi, ein fyri og annan eftir.
Werner Holzwarth hevur skrivað, og Wolf Erlbruch hevur myndprýtt.
Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Bókin er ein pappbók, 14 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 2-4 ár.
Atlas við drápuligum dinosaurum
Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.
Bókin er innbundin, 50 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 6-9 ár.
Gravgongustjørnan – Stórveldisins arvingar 3
Nú er triði partur í sciencefiction-røðini her. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.
Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni.
Oskar Källner hevur skrivað, og Karl Johnsson hevur myndprýtt. Tóri Rasmussen týddi úr svenskum.
Bókin er heft, 180 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 10-12 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Taylor Swift fekk tvær Grammy-virðislønir fyri sína útgávu “Midnight” og kunngjørdi samstundis at nýggj útgáva kemur í apríl
Amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift, vann mánanáttina Grammyvirðislønina fyri Ársins Album, sum verður mett at vera tann mest týðandi av øllum virðislønum, sum verður latin innan tónleikin.
Hon er sostatt fyrsti persónur, ið vinnur henda heiður fýra ferðir.
Taylor Swift fekk tvær virðislønir í nátt. Nýggjasta útgáva hennara, “Midnights” varð kosin besta útgáva innan popp, og seinni varð hon so eisini kosin besta útgáva av øllum.
Sostatt er talið av Grammyvirðislønum til 34 ára gomlu sangarinnuna komin upp á 14.
Taylor Swift nýtti høvið til at kunngera, at hon hevur innspælt eina nýggja útgávu, “The Tortured Poets Department”, sum er sett at koma út 19. apríl í ár.
- Eg vil takka mínum fjepparum og fortelja tykkum eitt loyndarmál, sum eg havi hildið fyri meg sjálva í tvey ár, segði Swift áðrenn hon avdúkaði útgávudag og heiti á nýggju plátuni.
Taylor Swift var tilnevnd til seks ymiskar heiðurslønir tá hesar vórðu handaðar Los Angeles í nátt.
Hetta seinasta árið hevur hon tikið fleiri met innan tónleikaídnaðin, eitt nú við sínum sera vælumtóktu konsertum, hon hevur hildið á síni The Eras Tour.
Hon var í 2023 kosin Ársins persónur av amerikanska tíðarritinum Time Magazine. Í juli gjørdist hon tann kvinnan, sum hevur havt flest útgávur á hittlistanum hjá Billboard. Og hennara konsertfilmur "Taylor Swift; The Eras Tour" tók metið fyri at vera tann konsertfilmur, sum hevur tjent flest pengar inn upp á fyrsta sýningarvikuskiftið nakrantíð, sambært New York Times.
Taylor Swift hevur seinastu árini arbeitt við at endurinnspæla tær fyrstu seks útgávurnar, sum kon kom við. Hetta gjørdi hon eftir eina ósemju við tónleikaumboðsmannin, Scooter Braun, sum keypti útgávufelagið Big Machina, og harvið fekk rættindini til útgávurnar sum eru komnar frá henni higartil, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Hesum boðaði Buckingham Palace frá í vikuni. Upplýst verður ikki hvat slag av krabbameini, tað snýr seg um
Bretski kongurin, Charles, hevur fingið staðfest krabbamein.
Hesum boðar Buckingham Palace frá mánadagin.
Upplýst verður ikki hvat slag av krabbameini, talan er um, men sambært kongshúsinum er ikki talan um krabba í prostata.
75 ára gamli kongurin er farin undir regluliga viðgerð, og hann er sjálvur við gott mót og gleðir seg at venda aftur til sínar uppgávur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
NCKF varð stovnað í januar 2020. Tað hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin Margretha Húsgarð Larsen. Hon er havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.
NCKF varð stovnað í januar 2020. Tað hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum. NCKF virkar eisini sum stuðul undir arbeiðinum hjá DMI sum veðurlagsráðgevi hjá donsku stjórnini.
Granskingin hjá NCKF fevnir víða og er serliga um veðurlagsvitan til tað danska samfelagið og evnir, sum hava týdning fyri ríkisfelagsskapin, gransking í polarum viðurskiftum og globalum veðurlagsmodellum.
Nýggja ráðgevandi toymið er ein samanlegging av ráðgevandi nevndini og vísindaliga panelinum, sum virkaðu frá 2021 til 2022. Nýggja toymið, sum er valt fyri tvey ár, hevur 17 limir við serligari vitan innan veðurlagsbroytingar. Toymið skal veita kunning um tað, sum rørir seg í samfelagnum, eins og um avbjóðingar og tørvir. Samstarvið við toymislimirnar kann eisini elva til nýggj samstørv, samarbeiði og gransking til gagn fyri samfelagið.
Fyrsti fundur í toyminum var fríggjadagin 26. januar á DMI, har nýggja virkisskráin hjá NCKF varð løgd fram. Tosað varð eisini um miðlan av veðurlagsgransking og um tvørfakligt samstarv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
Eitt søguligt vegamót í arbeiðinum hjá Minesto og SEV at fáa til høldar sjóvarfalsorku frá nýggja drekanum Dragon 12
Hetta boðar Minesto frá í tíðindaskrivi, nú seinasta útbyggingin av sjóvarfalsorku verkætlanini í Vestmannasundi hevur rokkið eitt sera týðandi vegamót.
Fríggjamorgunin framleiddi nýggi og stóri drekin fyrsta streymin inn á netið hjá SEV. Hetta er fyrstu ferð, at ein so stórur dreki framleiðir orku inn á netið. Drekin er ein menning av hesi sjóvarfalsorku-verkætlanini, sum nú hevur verið á royndarstigi í fleiri ár.
Drekin er 12 metrar breiður og vigar 28 tons. Hann verður festur í undirgrundina og hevur eina framleiðsluroku, sum er 10 ferðir størri enn við núverandi Dragon 4 drekanum.
- Hetta er ein stórur dagur fyri Minesto. Vit hava rokkið einum týðandi vegamóti í søguni hjá Minesto við at framleiða streym inn á netið við okkara framkomna orkuverki. Vit eru bæði ernir og glaðir um hetta og hyggja frameftir, sigur Martin Edlund, doktari og stjóri í Minesto og vísir á, at tað Minesto hevur rokkið higartil er heilt einastandandi og hevur verið við til at seta dagskránna innan varandi orku.
Svenska fyritøkan Minesto tryggjaði sær nú um dagarnar nærum 300.000 dollara játtan frá svenska orkustovninum “Swedish Energy Agency” til tess at betra útgerðina í sambandi við sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi. Henda játtan fer at hava stóran týdning fyri víðari menningina av verkætlanini í Vestmannasundi skrivar heimasíðan hjá Minesto.
- Vit eru sera fegin um, at svenski orkustovnurin heldur fram við at stuðla Minesto. Íløgan fer at gera Minesto betri ført fyri at halda fram við at menna verkætlanina við sjóvarfalsorku sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Fara væntandi at mala aftur í heyst
Mylla 4 hevur meira og minni staðið still síðan á heysti í 2020, men bleiv umvæld og sett í rakstur aftur á sumri 2023.
Tó stóðust tøkniligir trupulleikar við mylluni um ólavsøku 2023, sum enn ikki eru rættaðir, og ringt stev í samstarvinum við Enercon hevur havt við sær, at trupult hevur verið at fingið hjálp til at loysa tær tøkniligu avbjóðingarnar.
Seint á heysti í 2023 kom tó glið á samskiftið við Enercon, sum nú arbeiðir við at fáa myllu 4 í gongd aftur, væntandi innan fáar vikur.
Nýggir generatorar og eyka átøk
Hvat viðvíkur hinum fýra myllunum er støðan tann, at tær allar hava avbrendar generatorar. Skaðarnir stóðust tíðliga í 2023. Samráðst hevur verið um ymiskar loysnir við Enercon og Houghton (felagið, sum umvældi generatorin til myllu 4), og nú er komið á mál.
Avgjørt er at bíleggja fýra nýggjar generatorar frá Enercon, sum fara í framleiðslu í Týsklandi beinanvegin. Teir væntast lidnir um miðjan mai og verða settir upp á sumri 2024. Um gongst eftir ætlan, koma myllurnar aftur í rakstur seint á sumri í 2024.
- Henda loysn er vald, tí at prísurin er lægri enn ein umvæling, og vit vænta/vóna at fáa hesar at halda í 10 ár, við 5-6 ymiskum tøkniligum átøkum, sum kunna betra um haldførið, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
Átøkini eru í høvuðsheitum:
Verkætlanin er mett at kosta 13,8 milliónir krónur, harav nýggir generatorar 10,4 milliónir krónur, meðan uppseting, flutningur, trygging v.m. kosta 3,4 milliónir krónur.
Elveitingareftirlitið góðkent verkætlanina og longt framleiðsluloyvið
Neyðugt var við góðkenning frá elveitingareftirlitinum, tí at Sev sum móðurfelag skal lata vindfelagnum í Neshaga fígging til verkætlanina, umframt at neyðugt er at økja eginpeningin hjá vindfelagnum við 3,4 milliónum.
Samstundis varð søkt um leingja framleiðsluloyvið eftir 2027 við fimm árum, tá verandi 15 ára framleiðsluloyvi gongur út. Báðar umsóknir vórðu játtaðar tann 31. januar 2024.
Kelda: SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
Umvælingin hevur við sær, at Ryskivatn og Vatnsnes verða næstan tømd nú í februar, og síðani verður elverkið lagt stilt
Í februar verður farið undir at høvuðsumvæla elverkið í Botni í Suðuroynni, og arbeiðið fer væntandi at taka eitt ár.
Umvælingin fevnir í høvuðsheitinum um turbinurnar og generatorarnar, sum skulu skiftast út, umframt at niðasti partur av turbinurørunum skulu skiftast. Útskiftingin verður 1-1, tvs. at nýggju turbinurnar hava somu støddir sum verandi.
Eltekniskar umvælingar blivu gjørdar um aldarskiftið, so tí verður stórur partur av háspenningsútgerðini endurnýtt, og sjálvur bygningurin verður eisini standandi.
(Mynd: Sev)
Vøtnini tømd
Umvælingin hevur við sær, at Ryskivatn og Vatnsnes verða næstan tømd nú í februar, og síðani verður elverkið lagt stilt. Tað merkir so, at tá vøtnini eru full aftur, fer at renna yvir, inntil verkið kemur í gongd aftur.
Nakað av vatnið hevði farið spillis, uttan mun til, nær verkætlanin hevði farið í gongd.
Søguligt elverk
Verkið, sum nú koyrir, bleiv bygt í sekstiárunum, og hevur koyrt síðani. Í nógv ár var verkið fjarstýrt av Tvøráverkinum, men tá elverkið í Vági kom fyrst í áttatiárunum, bleiv fjarstýringin flutt higar, og elverkið í Trongisvági bleiv eitt tiltøkuverk. Fjarstýringssambandið millum Botn og Trongisvág var sokallað berifrekvens sum koyrdi yvir háspenningslinjuna.
Gamla elverkið í Botni, frá 1921, hevur verið nýtt til goymslu í nógv ár, men í 2021 bleiv tað hampað um, og eitt lítið savn gjørt í sambandi við, at 100 ár vóru liðin síðan ”elektrisitetið” kom til Vágs.
Tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast á, hvussu hetta hevur borið til uttan vegasamband í Botn. Og leggjast kann afturat, at um bygt bleiv ídag, hevði byggitíðin helst verið nakað tann sama.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
At fleiri av heimsins stóru oljufeløgum nú hava sett kós móti føroyska markinum er nakað, sum føroyskar fyritøkur eiga at taka til sín
Hetta sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík, nú eftir at norska orkufelagið Equinor hevur vitjað í Føroyum fyri m.a. at kunna seg um, hvørjar tænastur føroyskar fyritøkur kunnu veita til eitt nú framtíðar útbyggingar hinumegin markið í bretskum øki.
– Norskar oljufyritøkur hava verið í Føroyum bæði fyrr og aftur nú og hugt at umstøðunum, og tær lata væl at tí, tær hava sæð her, sigur stjórin í Atlantic Supply Base, Eli Lassen við SVF.
– At bretskir myndugleikar júst hava latið 24 nýggj loyvi til 17 orkufeløg at leita eftir olju og gassi m.a. á Atlantsmótinum, beint eystan fyri Føroyar, kann saktans kasta nakað av sær í Føroyum. Og at so týðandi orkufeløg sum Equinor, Shell og TotalEnergies varpa ljós á økið eystan fyri Føroyar er eitt gott tekin fyri framtíðar menningina í hesum økinum.
Tað heldur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Saltangará, ið saman við m.a. PAM Offshore og Faroe Offshore er ein fyritøka, ið beinleiðis er tengd at oljuvinnu. Hann fegnast um, at nýtt olju- og gassvirksemi er við at taka seg upp skamt frá føroyska markinum.
Hann vísir m.a. til vitjanina av Equinor í Føroyum herfyri, har gestirnir vóru rættiliga ovfarnir av, hvat Føroyar hava at bjóða fram av veitingum til eitt nú offshorevinnuna.
- Føroyingar hava nógvar tænastur av øllum slag, sum vit kunnu veita oljuvinnuni. Teinurin millum oljukelduna Rosebank og føroyska markið er ikki longur enn millum Runavík og Skálabotn. Har liggja so eisini aðrar keldur, so tað skal vera løgið, um ein politisk strika skal forða fyri, at einki er føroysku megin markið eisini sigur Eli Lassen, sum heldur fram:
- Tað eru avgjørt tænastur her sum oljufeløgini kunnu brúka. Tey hava longu verið her og fingið veitingar til boring av ikki minni enn níggju brunnum áður. Tað var so heldur ikki tað stóra, tey høvdu at finnast at. Tvørturímóti søgdu tey, at tænasturnar her vóru nógv betri enn tær tey fingu í Norra á summum økjum. Tað var gleðiligt at hoyra, og tað kom enntá frá norðmonnum sjálvum.
Eli Lassen man vera ein av teimum føroyingum, sum hevur gjørt einamest fyri at marknaðarføra Føroyar, tá talan er um eitt nú veitingar til altjóða oljuvinnuna. Her er hann stæddur í Aberdeen í fjør saman við umboðsmanninum hjá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) Louis Wilson á vitjan hjá stórorkufelagnum Equinor (Mynd Jan Müller)
Eli Lassen vísir á, at talan er um eina ørgrynnu av tænastum, sum skulu veitast, tá farið verður undir eina so stóra útbygging sum Rosebank, herundir eisini fólk. -Vit í Føroyum hava longu víst, hvat vit kunnu, tá talan er um flutning av fólki frá pallum, og her kunnu bæði Atlantic Airways og flogvøllurin í Vágum avgjørt bjóða seg fram aftur til eina komandi oljuvinnu við markið.
Hann vísir so eisini á mongu nútímans hotellini í Føroyum, sum avgjørt kunnu bjóða 1. floks tænastur til eina komandi oljuvinnu á Atlantsmótinum. Síðani eru tað skipini, sum skulu hava bæði olju og proviant, so tað kann væl vera, at okkurt dryppar á okkum eisini í hesum høpinum.
Eli Lassen, sum er næstformaður í Sjóvinnufelagnum, ið saman við FOÍB skipaði fyri vitjan av Equinor herfyri, heldur tiltakið riggaði sera væl og vísir á, at fleiri teirra, sum ongantíð høvdu verið her áður, vóru rættiliga bilsin yvir, hvussu væl samfelagið her í Norðuratlantshavi er skipað og útbygt.
- Føroyingar eru vanir við at klára seg sjálvar, og eru rímuliga sjálvstøðugir í nógvum tó ikki øllum, og tað kann vera ein góð søluvøra til stóra orkuídnaðin, sum nú hevur sett kós móti markinum.
Kelda: SVF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Norðurlendska ráðharraráðið lanseraði í farnu viku eitt alment útboð um náttúruloysnir í norðurlendskum býum. Tvær milliónir eru settar av til verkætlanina, sum ber navnið Yggdrasil
Í 2021 setti Norðurlendska ráðharraráðið 26 milliónir krónur av til fimm verkætlanir við náttúruloysnum í Norðurlondum. Í ár hevur ráðið valt at játta tvær milliónir afturat til eina sættu verkætlan, sum burturav snýr seg um trø og runnar í býum. Umhvørvisstovan, sum er fyrisitingarorgan fyri allar verkætlanirnar, hevur nú lýst sættu verkætlanina sum alment útboð á Keypsportalinum.
Verkætlanin snýr seg um at eftirmeta sonevndu 3-30-300 regluna, sum hevur til endamáls at økja um grøn øki í býum til frama fyri lívmargfeldi, veðurlagstillaging og fólkaheilsu. Reglan gongur í stuttum út uppá, at øll skulu síggja í minsta lagi trý trø úr vindeyganum hjá sær, 30 prosent av grannalagnum skal vera dekkað við trøum, og at tað í mesta lagi skulu vera 300 metrar til tættasta grøna økið. Útboðið tekur fyrilit fyri, at Føroyar, Ísland og Grønland ikki hava somu náttúru sum hini Norðurlondini, og tí ber til at skifta trø út við runnar í hesum londunum.
Treytirnar fyri at bjóða upp á uppgávuna eru, at í minsta lagi trý Norðurlond eru við í verkætlanini, og at talan er um stovn/ar, sum hava royndir við at gjøgnumføra verkætlanir sum hesa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2024
Tey, ið eru innstillað til heiðurin, sum verður latin á Ítróttafagnaðinum í kvøld, eru fótbóltliðið hjá KÍ monnum, A-landsliðið í hondbólti, og snarljósið Jónas Gunnleivson Isaksen
Í kvøld verður ÍtróttaFAGNAÐURIN aftur á skránni, og tá skal m.a. heiður fyri ársins ÍtróttaNAVN handast.
Tey, ið eru innstillað til heiðurin eru krútsterka fótbóltliðið hjá KÍ monnum, hetjurnar úr Berlin á A-landsliðnum í hondbólti og snarljósið innan føroyska renning - Jónas Gunnleivson Isaksen.
Jónas Gunnleivsson Isaksen
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur veruliga gjørt um seg í 2023. Hann tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 og 400 metra renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 metrum og ivaleyst eisini á 200 metrum, har tíðtøkan tó miseydnaðist.
Men Jónas prógvaði tó skjótt, at úrslitið á oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sló av sonnum navn sítt fast, tá hann gjørdist Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek – bara 17 ára gamal. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið, og við henni setti hann eisini nýtt norðurlendskt juniormet.
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi.
Fyri síni avbera flottu avrik verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaNAVNIÐ 2023.
A-landsliðið hjá monnum í hondbólti
Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli.
Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum.
At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Fyri ótrúligu og søguligu avrikini verður A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023.
KÍ – besta liðið hjá monnum
2023 var árið, tá ið allir føroyingar vóru KÍ’arar, tá ið KÍ leikti móti útlendskum liðnum.
Við málrættaðum arbeiði megnaði KÍ - sum fyrsta føroyska lið nakrantíð - at spæla seg í bólkaspælið í evropeiskari kapping - Conference League.
Har teir megnaðu teir at fá stig móti sera sterkum liðum, m.a kenda franska liðnum Lille.
Umframt góðu altjóða úrslitini hevur KÍ verið klárt tað besta liðið í landskappingini hjá monnum – bæði í 2023 og undanfarnu árini.
Fyri teirra framúr góða spæl og úrslit verður besta liðið hjá monnum í KÍ tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023.
Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaVENJARIN 2023:
Wong Fai Yin (Havnar Badmintonfelag), Hesi Ziska (Hvirlan) og Sarita Kristina Hansen (KÍF Kappróður)
Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023:
Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø (Neistin), Ári Fríðason Jensen (Tór) og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen (VÍF og HF)
Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023:
Jónas Gunnleivsson Isaksen, Rakel Brattalíð Tindskarð ogU19 landsliðið í hondbólti, menn
Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaELDSÁLIN 2023:
Eðdis Ellendersen (Tvøroyrar Bóltfelag), Jón Brekku (Tórshavnar Tennisfelag) og Jan Johannesen (Flogbóltsfelagið Dráttur)
Hesi eru í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023:
Mjølnir, B71 og Hondbóltssamband Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
KÍ setti í 2023 met í inntøkum, útreiðslum og yvirskoti. Felagið hevði aðalfund í vikuni
Yvirskotið hjá KÍ í 2023 var knappar 12,4 milliónir krónur. Tað vísir roknskapurin fyri í fjør, sum var almannakunngjørdur á aðalfundi hjá felagnum mikukvøldið.
Evropeiska luttøkan og serstakliga bólkaspælið síggjast aftur í inntøkunum, har inntøkurnar frá Uefa vóru knappar 31 milliónir krónur, meðan aðrar inntøkur frá atgongumerkjasølu og sjónvarpsrættindum vóru um 2,2 milliónir krónur.
Samstundis hevði felagið methøgar útreiðslur, sum serliga stóðust av teimum 14 altjóða dystunum, sum besta liðið spældi frá juli til desember í fjør.
(Mynd: Sverri Egholm)
Lønarútreiðslurnar og ferðaútreiðslurnar komu upp á 11,1 milliónir krónur í sambandi við evropeisku dystirnar.
Ársroknskapurin vísir eisini, at felagið hevði útreiðslur upp á tilsamans umleið 2,3 milliónir av akademinum og KÍ-kvinnunum. Felagið fekk eina góða millión í inntøku av Betri-kvinnum, harav góðar 700.000 komu frá Uefa.
Nevndarval var eisini á skránni, og allir nevndarlimirnir halda fram í 2024.
Tummas Lervig er formaður í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimir: Hilmar Danielsen, Kaj Dam, Sølvá Jansdóttir Joensen, Rói Clementsen og Eyðstein Poulsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
Armenia, Norðurmakedonia og Lettland gevur fitt av ferðing men eisini ítróttarligar avbjóðingar, ið helst hóska væl. Møguleikin at halda seg í Deild C sær rímiligir úr á pappírinum
Lutakast til Nations League 2024/2025 var hósdagin. Føroyar eru í deild C, sum er tann triðhægsta av teimum fýra deildunum, og fingu trý ógvuliga ymisk mótstøðulið.
Fyri tveimum árum síðani endaðu Føroyar á 3. plássi í sínum bólki, og tað var nóg mikið til at halda sær í deildini. Tað var heldur ikki langt frá, at Føroyar vunnu sær atgongd til EM-play-off umfarið.
Til hesa útgávuna í Nations League eru EM-pláss ikki uppá spæl, tí EM verður jú í summar, og HM er á skránni í 2026. Fyri Håkan Ericson og hansara menn snýr tað seg tí nú millum annað um at verða verandi í deildini. Tað ger man við at enda í minsta lagi á 3. plássi í bólkinum, sum telur fýra lið.
Bólkurin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Armenia
Føroyar
Norðurmakedonia
Lettland
Hetta kann helst roknast sum eitt gott lutakast hjá Føroyum.
Armenia var á pappírinum veikasta liðið úr styrkisbólki 1 - tað hevði helst verið tyngri at hitt Rumenia ella Svøríki serliga. Armernar eru á 93. plássi á FIFA-styrkislistanum. Heilt stóra fótbóltsstjørnan við armeskum passi, Henrikh Mkhitaryan, er givin á landsliðnum. Liðið stóð seg tó rímiliga væl í EM-undankappingini í fjør.
At man ikki fekk Norðurírland og serliga Kýpros úr styrkisbólk 3, kann man iðra seg um. Norðurmakedónia var við til EM-endaspælið í 2021. Føroyar vístu tó í venjingardysti í fjør, og uttan fleiri lyklaspælarar, at man væl kann spæla við móti Norðurmakedonia. Tað endaði 1-0 í Skopje við málið seint í dystinum. Hetta er higartil einastu ferð, at Føroyar og Norðurmakedonia hava spælt á A-landsliðsstigi hjá monnum.
Føroyska byrjanaruppstillingin í Skopje í mars í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar og Lettland hava spælt fimm ferðir ímóti hvørjum øðrum. Seinast var í 2020, tá liðini vóru í bólki saman í Nations League deild D, ið Føroyar vunnu. Tað endaði við 1-1 javnleiki í báðum dystunum millum liðini, sum hava spælt fýra javnleikir í søguni. Føroyar hava vunnið einaferð móti Lettlandi og harvið ongantíð tapt fyri landinum. Tað var helst gott, at Belarus ikki kom í hendan bólkin úr styrkisbólki 4.
Harvið fitt av ferðing og áhugaverdar ítróttarligar avbjóðingar hjá føroyingunum í heyst.
Dystaskráin 2024
Fríggjadagur 22. mars: Føroyar Liktinstein (venjingardystur)
Týsdagur 26. mars: Danmark – Føroyar (venjingardystur)
Leygardagur. 8. juni: Estland – Føroyar (Baltic Cup)
Týsdagur 11. juni: Finalan / 3.-4. pláss (Baltic Cup)
Leygardagur 7. september: Føroyar – Norðurmakedonia (Nations League)
Týsdagin 10. september: Lettland – Føroyar (Nations League)
Hósdagin 10. oktober: Føroyar – Armenia (Nations League)
Sunnudagin 13. oktober: Føroyar – Lettland (Nations League)
Hósdagin 14. november: Armenia – Føroyar (Nations League)
Sunnudagin 17. november: Norðurmakedonia – Føroyar (Nations League)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Í viðmerking til FSF stutt eftir lutakastið setir landsliðsvenjarin hjá orð á, at hann er glaður fyri at sleppa undan ávísum londum. Føroyar skulu nú vísa meira í álopskenda spælinum, verður sligið fast
- Tað er, sum tað ofta er við lutakøstum: Man er ikki ordiliga nøgdur men heldur ikki ordiliga ónøgdur.
Hetta staðfestir Håkan Ericson, sum var staddur í París til UEFA Nations League-lutakastið. Har sá svenski venjarin, at Føroyar komu í bólk saman við Armenia, Norðurmakedónia og Lettlandi
Hetta rakti ikki beinleiðis á tað, sum ynski var áðrenn, men heldur ikki á marrumótsstøðuna - meira mitt ímillum.
Håkan staðfestir, at hann er glaður fyri at sleppa undan Rumenia og Slovakia, úr ávíkavist potti eitt og trý. Tó hevði hann kanska heldur ynskt Estland ístaðin fyri Lettland (styrkisbólkur fýra) og Kýpros heldur enn Norðurmakedónia úr triðja potti.
Spurdur um munin millum tað at spæla EM-undankapping og Nations League, og hvat hann vil hava fram, svarar landsliðsvenjarin soleiðis:
- Vit fingu ikki nóg nógv burtur og vístu ikki nóg mikið í álopskenda spælinum í EM-undankappingini í fjør, tó at vit sum heild vóru nøgdir við verjupartin. Í Nations League skal man hyggja meira frameftir vøllinum hjá Føroyum (...) eg má líka hyggja nærri eftir mótsstøðuliðnum, men summi av liðunum her liggja á áleið sama stigi sum Moldova, sum vit hava spælt tættar dystir ímóti. Lettland kenna vit rímiliga væl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Talan verður um eina fýra-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava, har hvørt lið spælir tveir dystir. Føroyar spæla móti Estlandi 8. juni og móti øðrum av hinum tríggjar dagar seinni
Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Føroyar skulu spæla venjingardystir móti Liktinstein (í Spania) og Danmark (í Brøndby) ávíkavist 22. mars og 26. mars.
Í heyst spæla Føroyar seks dystir í Nations League. UEFA hevur ásett fimm sonevnd landsliðsvindeygu, og eins og seinastu árini er tað krav, at øll limalondini spæla tíggju dystir. Harvið hava tveir dystir "mangla í" á skránni.
Nú er greitt, hvussu landsliðsvindeyga í juni sær út hjá Føroyum, og tað verður nakað øðrvísi, enn føroyska manslandsliðið hevur roynt fyrr.
Fótbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at avtala er fingin í lag við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, um at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánaða
- Talan verður um eina 4-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.
Føroyar og Lettlan spældu 1-1 javnleik - bæði á Tórsvølli og í Riga - á heysti 2020. Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar skoraðu málini fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
Kvinnulandsliðið hevur áður verið til Baltic Cup, og spælt verður eftir sama leisti sum tá. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni, og Føroyar spæla móti Estlandi - í Estlandi. Samstundis spæla Lettland og Litava.
Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni. Harvið fáa Føroyar tveir dystir, og er tað móti nøkulunda javnlíkum. Føroyar eru 13 pláss undir Estlandi á FIFA-styrkislistanum, men beint omanfyri Lettland og Litava ið liggja lið um lið. Londini hava oftast spælt tættar dystir, hvør ímóti øðrum.
Føroyar vóru í bólki við Litava í seinastu Nations League og Lettlandi í næstseinastu Nations League. Føroyar taptu ongan av hesum dystunum, men Litava vann tó í venjingardysti millum liðini í 2020. Seinast Estland var mótsstøðuliðið var í 2011, tá Føroyar vunnu EM-undankappingardyst millum liðini á Svangaskarði. Árið fyri vunnu estar við tveimum málum í yvirtíðini í Tallinn.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava, upplýsir fsf.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
25-ára gamla vandamikli spælarin hevur gjørt trý-ára sáttmála við barndómsfelagið, sum júst er flutt upp í Betrideildina aftur
- Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult(...) Vit duga næstan ikki at seta orð á, hvussu fegin vit eru um at síggja Petur Knudsen aftur í gulu blusuni. Tað er fantastiskt!
Tað er verulig orsøk at fegnast í NSÍ, nú felagið hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við ein av sínum bestu spælarum seinastu tíggju árini, landsliðsspælaran Petur Knudsen.
- Hetta er ein av bestu leikarunum í Føroyum, sum hevur valt at koma heim aftur í gulu blusuna, og tað fegnast vit stórliga um, sigur NSÍ-formaðurin Karstin Joensen við nsi.fo.
Sum ungur spældi Petur Knudsen í nærum seks ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Har spældi kviki og snildi vongurin/áleyparin 150 dystir í lands- og steypakapping samanlagt. Hann skeyt 55 mál, og legði upp til nógv eisini. Petur hevur eisini skorað trý mál í 10 evropeiskum dystum fyri NSÍ, og er eitt av endamálunum nú, at hann verður ein av lyklaspælarunum í tí at fáa NSÍ aftur har.
- Vit hava í eina tíð arbeitt hart fyri at fáa besta mansliðið aftur, har sum vit hoyra heima, og hetta er enn ein týdningarmikil brikkur í tí putlispælinum. Tað harða arbeiðið er ikki liðugt enn; tað er júst byrjað, sigur Karstin Joensen, í samband við at trý-ára sáttmálin millum partarnar varð kunngjørdur.
Petur Knudsen aftur í gulum. Her síggjast hann og Karstin Joensen (Mynd: nsi.fo)
Petur Kundsen fór úr NSÍ á summri 2021, tá boð vóru eftir honum úr Danmark. Hann spældi tvey ár í Lyngby, áðrenn hann royndi seg í næstbestu deildini í USA í nakrar mánaðir. Alment hevur hann Petur sagt, at hann fyrst fór at hyggja eftir møguleikum uttanlands. Har var áhugi fyri sáttmálaleysa spælaranum ymsastaðni frá - millum annað úr fleiri føroyskum feløgum. Nú er so greitt, at hann kemur heim til Løkin at spæla.
Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur annars við heimasíðu felagsins, at hópurin hjá NSÍ er við at verða klárur. NSÍ skal í ár finna sítt pláss aftur í bestu deildini, og byrjað verður við einum styrktum hópi, har Klæmint Olsen og Petur Knudsen eru komnir aftur.
- Vit hava ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin, um vit skulu gera okkum galdandi í bestu deildini.Tað hevur sera stóran týdning fyri liðið, at vit nú hava fingið bæði Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen aftur á liðið. Hetta eru okkara landsliðsleikarar, ið vit kunnu byggja liðið rundanum, sigur Eyðstein Skipanes.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2024
21-ára gamli Emmanuel Duah skal gera mun í serliga álopsspælinum hjá HB í 2024. Hann kemur úr svenskum fótbólti - í fjør spældi vongurin í næstbestu deildini
HB hevur seinastu tíðina mist nakrar spælarar í meira álopskenda partinum, og tískil er neyðugt hjá liðnum at styrkja seg á hesum økinum.
Í vikuni varð ein nýggjur spælari, Emmanuel Duah, kunngjørdur. Sum skilst, er talan um ein spælara, sum Adolfo Sormani hevur havt eyguni eftir í eina tíð, og hevur nýggi HB-spælarin júst tær dygdirnar, sum nýggi HB-venjarin vil hava. Bæði fótbóltsliga og sum persónur.
21-ára gamli Duah spældi nakrar dystir í bestu deildini í Gana sum blaðungur. Í 2021 fór hann úr heimlandinum, og skifti til Svøríkis. Har hevur vongurin spælt fyri Hammarby TFF í triðbestu deildini og seinast AFC Eskilstuna í næstbestu deildini. Samanlagt hevur Emmanuel Duah 33 dystir og tvey mál í Superettan - Eskilstuna endaði aftast og flutti harvið niður úr deildini í fjør.
Nú skal ungi maðurin úr Gana so royna at gera mun í fremstu føroysku kappingini. Talan er um eitt-árs sáttmála við einum møguleika at leingja til 2025 eisini, fáa vit upplýst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
21-ára gamli Rasmus Nilsson hevur higartil altíð spælt í donskum fótbólti. Tað sama er galdandi fyri Elias Rusborg - HB fer at leiga U21-landsliðsmiðverjan úr Hvidovre
HB kunngjørdi í vikuni ein nýggjan 21-ára gamlan spælara, sum kemur úr skandinaviskum felagi. Talan er um málverjan Rasmus Nilsson.
Rasmus er uppvaksin í Danmark og hevur umboðað fleiri feløg. Í fjør skifti hann til Frem eftir nøkur ár í Hvidovre, og nú flytir málverin við føroysku ættarbondunum til Havnar.
Rasmus Nilsson hevur verið partur av føroyska U21-landsliðnum seinastu tvey árini sum eykamálverji. Hann hevur framvegis ikki spælt nakran landsdyst fyri Føroyar.
Sambært Transfermarket er hæddin yvir 190 sentimetrar, og hevur ungi málverjin ein dyst í steypakappingin fyri Frem.
Teitur Matras Gestsson er liðformaður og lyklaspælari hjá HB. Her lyftir royndi málverjin Løgmanssteypið - landsliðsmálverjin var nakað plágaður av skaða í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggi maðurin í HB-hópinum er eitt slag av avloysara fyri Bjarta Vitalis Mørk, sum hevur skift til B36 í vetur. Teitur Matras Gestsson er komin fyri seg eftir skaða, men HB tørvar meira enn ein dugnaligan málverja í hópinum. Í viðmerking sigur Rasmus sjálvur, at hann bæði vil læra frá A-landsliðsmálverjanum men samstundis taka kappingina upp við hann.
- Eg kann læra eina rúgvu frá Teiti. Hann er ein royndur málmaður, sum hevur spælt eina rúgvu av stórum dystum. Hann kann geva mær góð ráð, so eg kann menna meg sum málmann. Saman skulu vit skapa eitt gott venjingarumhvørvi. So fáa vit at síggja, hvør stendur í málinum, tá kappingin byrjar. Men eg eri til reiðar at taka kappingina upp. Og eg vil geva alt fyri at vísa meg fram.
Í fyrstu syftu er sáttmálin millum HB og Rasmus Nilsson galdandi fyri kappingarárið 2024, men verður hann longdur við einum ári, um samstarvið gongst væl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
Higartil hevur 25-ára gamli fyrrverandi HB-spælarin verið við í málum í øllum sínum dystum
19. januar varð tað, sum hevði ligið í luftini leingi, endiliga kunngjørt: Adrian Rúnason Justinussen skal spæla við Hillerød Fodbold næstu tvey árini.
Hann hevur frammanundan bert roynt seg við HB í vaksnamannafótbólti, og 25-ára gamli vongurin hevur havt sín fót við í meistaraheitum og steypagulli.
Nú er Adrian komin upp á pláss í Danmark, og hann hevur longu havt ein fót við í nógvum málum hjá Hillerød.
Tað var ógvuliga eyðsýnt, at Adrian fyri kortum skoraði heili fýra mál móti Superliga-felagnum Hvidovre, sum Hillerød vann 7-2 á. Í vikuni spældi Hillerød móti væl lægri felagi - Ishøj IF úr fjórðbestu deildini.
Hillerød vann 2-1, og Adrian Justinussen skoraði annað málið fyri Hillerød. Adrian og liðfelagirnir hava eisini vunnið móti Fremad Amager og spælt javnt móti HIK í seinastuni.
Skjótt skal føroyingurin royna seg, meðan stig eru uppá spæl. Leygardagin 17. februar spælir Hillerød fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin - B93 er á skránni á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Liðið liggur í løtuni á 8. plássið í næstbestu donsku deildini, har tólv lið eru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2024
Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Malta og Albania, sum verða síðst í februar
Tveir venjingardystir hjá kvinnulandsliðnum eru á skránni í næstum. Talan er um dystir móti Malta og Albania, sum verða spældir á Malta ávikavist 22. og 25. februar.
Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 23, ið eru boðsendar til ársins fyrstu landsliðsuppgávur.
Nýggj á landsliðnum er Sára Poulsdóttir á Líðarenda úr Víkingi. Sára hevur áður umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, men hetta er fyrstu ferð, at hon er úttikin á A-landsliðið. Eisini er vert at leggja merki til, at Durita Hummeland úr KÍ, og Eyðgerð Mikkelsen úr Víkingi eru við aftur eftir ein steðg á landsliðnum.
Hópurin
Rebekka Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rúna Jacobsen, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Fridrikka Maria Clementsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Margunn Lindholm, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sára P. á Líðarenda, Víkingur
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
Besta kvinnuliðið hjá HB hevur fingið Arnóru á Løgmansbø aftur at hópinum
Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur.
- Arnóra trívist best á verjukenda miðvøllinum, men kann eisini spæla á øðrum defensivum plássum. Hon er ein, sum berjist um hvønn bólt, og er ikki bangin fyri at fara í nærdystir. Hon hevur drigist við ein skaða, og bleiv skurðviðgjørd í alboganum í summar. Men nú er hon klár at spæla aftur, skrivar hb.fo.
– Nú eg flutti til Havnar, var tað nærliggjandi at royna meg her. Og tað var bara eitt ella annað við HB, sum var hugtakandi. Samanhaldið er gott, og venjingarnar eru góðar og gevandi. Eg gleði meg bara til kappingarbyrjan, og fari at gera alt eg kann fyri at fáa pláss á liðnum, sigur Arnóra á Løgmansbø við heimasíðuna hjá felagnum.
HB spælir fyrsta dystin í landskappingini móti KÍ 27. mars.
Lukasz Cieslewicz, høvuðsvenjari, og Arnóra á Løgmansbø (Mynd: HB)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2024
MetLife leikvøllurin í New Jersey verður karmur um endadystin í HM 2026, sum verður tað størsta nakrantíð. Fyri triðju ferð í søguni verður byrjanardysturin í Meksiko býi
Næsta HM-endaspæl hjá monnum í fótbólti verður tað størsta higartil. Fyri fyrstu ferð vera 48 lið við, og hetta merkir, at beint yvir 100 dystir skulu spælast.
Teir flestu av hesum - samanlagt 78 - verða spældir í USA. Hinar vertstjóðirnar hýsa 13 dystum hvør. Kanada verður á fyrsta sinni partur av einum HM-endaspæli. Hjá Meksiko verður tað fyri triðju ferð.
11. juni 2026 verður tað eisini fyri triðju ferð av 23 møguligum, at byrjanardysturin í HM hjá monnum skal spælast á risastóra Azteca leikvøllinum í Meksiko býi. Landið var einsamallur vertur í bæði 1970 og 1986 - síðstnevnda árið sum avloysari fyri Kolumbia.
Í vikuni kunngjørdi Fifa, at fyrsti dysturin í langa endaspælinum verður í Meksiko City. Samstundis varð avdúkað, at HM-finalan verður spæld í East Rutherford, New Jersey. Hetta er nakrar kilometrar frá New York, og stóri endadysturin 19. juli 2026 verður á MetLife liekvøllinum.
Taylor Swift hevði konsert á MetLife leikvøllinum í summar (Mynd: EPA)
Hesin leikvøllurin kostaði yvir eina milliard dollarar at byggja og stóð liðugur í 2010. Hann tekur beint omanfyri 80.000 áskoðarar. Vanliga er MetLife heimavøllur hjá New York Giants og New York Jets, sum eru New York-feløgini í NFL (amerikanskum fótbólti). Leikstaðurin hevur tó eisini hýst fótbóltsdystum, konsertum og øðrum.
Sum AP tíðindastovan skrivar, so verður heimstaðurin hjá Bruce Springsteen, Jon Bon Jovi og Frank Sinatra (New Jersey) veruliga í brennideplinum hendan sunnudagin um umleið tvey og eitt hálvt ár, tá milliónir av eygum verða vend ímóti MetLife.
Tað var fyri einari tíð síðani greitt, at USA fór at hýsa HM-finaluni. Kappingin stóð millum Los Angeles/Inglewood í Kalifornia, Dallas/Arlington í Texas og so New Jersey.
SoFi leikvøllurin skamt uttan fyri Los Angeles í Kalifornia er heimsins dýrasti ítróttaleikvøllur. Hann var eisini við í "stríðnum" um hýsa byrjanardystinum. Ístaðin fyri tann allarfyrsta dystin fær SoFI fyrsta dystin hjá USA, 12. juni. Leikvøllurin hjá Dallas Cowboys í Texas skal hýsa aðrar hálvfinaluni - hin verður í Atlanta, Georgia.
NFL-dystur hjá New York Jets á MetLife (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
Allar spæla á vonginum og eru í aldrinum 18-20 ár, og leggjast nú afturat unga A-landsliðshópinum. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Hervør Niclasen, Inga Maria Roysdóttir og Karin Egholm vera við móti Luksemborg
Føroyskur hondbóltur hevur helst nógv góð og spennandi ár frammanfyri sær. Hetta hava millum annað úrslitini hjá U-landsliðunum seinastu árini víst, umframt at tað er stór framgongd á manslandsliðnum.
A-landsliðið hjá kvinnum er eisini við at flyta seg væl frameftir. Undanfarin ár hava Føroyar millum annað staðið seg væl móti Rumenia, og í oktober var liðið ógvuliga væl við móti Íslandi, og við nýggjum venjarum - Claus Mogensen og Simon Olsen - vil man flyta seg móti millum annað at veruliga kappast um pláss í endaspølum.
Tað ber til longu nú í ár. Føroyar fingu Luksemborg í styrkislagnum niðanfyri seg, og um mánaðarskifti eru dystirnir móti Luksemborg á skránni. Um Føroyar vinna teir, so er í minsta lagi triðja plássið í bólkinum tryggjað.
Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini koma til EM í vetur - hetta var soleiðis manslandsliðið kom til EM. Gamaní telja bert úrslitini móti topp-tvey í tí rokniskapinum, men føroysku kvinnurnar skulu í fyrstu syftu seta í støðuna, at man kann fáa minst 3. plássið
Nýggir og ungir spælarar eru við
Í mun til framtíðina, so er føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum avgjørt eitt, sum er til tað. Um hugt verður eftir hópinum til dystirnar móti Luksemborg, sum varð kunngjørdur í vikuni, so er eingin spælari yvir 30 ár. Bert strikuspælararnir eru yvir 25 ára gamlar, og í roynd og veru er meginparturin undir 21 (millum 18 og 20 ár).
Málverjin Annika Fríðheim Petersen og Súna Krossteig Hansen fingu gjøgnumbrot á landsliðnum fyri nøkrum árum síðani og spæla nú í ávíkavist bestu norsku deildini og bestu donsku deildini.
Jana Mittún kom inn á liðið á heysti 2021 saman við Rakul Wardum, og báðar eru nú í bestu donsku deildini. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Elsa Egholm, Natasja Hammer og Rannvá Olsen hava allar spælt í løtum seinastu árini.
Í fjør komu bakprofilarnir hjá Neistanum, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, av álvara við. Nú eru nakrir heilt nýggjar í A-landsliðshøpi tiknar út.
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið hevur fingið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, og Karin Egholm, sum nú er úttikin. Tær vórðu heiðraðar sum ávíkavist besti høgri bakkur og høgri vongur í U19 EHF Championship í fjør summar, tá Føroyar komu í finaluna (Mynd: EHF)
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe í somu kapping. Har, og í H71 í løtuni, spælir hon sum spælskipari. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan er tó úttikin til A-landsliðið sum vinstri vongur (Mynd: EHF)
Allar fýra eru úttiknar til vongplássini, eru úr høvuðsstaðarøkinum og eru í aldrinum 18 til 20 ár. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe spælir sum spælskipari í H71 og á U-landsliðum, men varð kosin ársins stjørnuskot í fjør, har hon spældi vinstri vongur. Karin Egholm er eisini 18-ára gomul og úr Hoyvík. Hon er lámur.
Anna Elisabeth og Karin hava verið partur av tí ungdómslandsliðunum, sum hevur verið til U18 HM-endaspæl, og sum í fjør spældi playoff-dystir til U20 HM. Inga Maria Roysdóttir hevur eisini verið við til hetta. Hon er eisini fødd í 2005 og hevur spælt við H71 á ungum árum. Seinastu árini hevur Inga Maria tó spælt fyri Kyndil: Mest á høgra vongi men í løtum á høgra bakki.
Hervør Niclasen er tvey ár eldri enn hinar, men hevur nú av álvara fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Neistanum. Hóskvøldið gjørdist Hervør javnsettur toppskjútti í fyrru hálvfinaluni móti H71. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur spælt á ungdómslandsliðum, og nú sleppur hon av álvara at royna á A-landsliðsstigi.
Hervør Niclasen í fullari ferð hóskvøldið, har nýklækkti landsliðsvongurin skoraði níggju mál (Mynd: Sverri Egholm)
Inga Maria Roysdóttir letur Turið Arge Samuelsen bóltin í dysti fyri Kyndil. Turið er ein av trimum vongspælarunum, sum ikki er við hesaferð - Inga er ein av teimum fýra ungu, ið er komin við (Mynd: Sverri Egholm)
Hópurin sum landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið til dystirnar móti Luksemborg:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF
Turið Arge Samuelsen er ikki tøk hesaferð. Brynhild Pálsdóttir er júst givin í Ajax og er komin aftur til H71. Umframt tær er Guðrið á Borg ikki við. Allar tríggjar vóru við móti Svøríki og Íslandi í oktober.
Dystirnir verða leiktir ávíkavist mikudagin 28. februar klokkan 17.45 í Luksemborg og sunnudagin 3. mars klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2024
Dráttur, Mjølnir, SÍ og Fleyr kappast um finalupláss hjá kvinnunum. SÍ, ÍF, Mjølnir og Fleyr hjá monnunum
Í dag verður hálvfinaludagurin í steypakappingini í flogbólti hildin í Klaksvík, har lagt verður fyri kl. 13, og so verður ikki helmað í fyrr enn um níggjutíðina á kvøldi.
Fyrra hálvfinalan hjá kvinnum er millum heimaliðið Mjølnir og oddaliðið í landskappingini, Drátt. Seinna hálvfinalan er ímillum steypafinalistarnar frá í fjør, SÍ og Fleyr.
Kvinnur: Dráttur - Mjølnir kl. 13
Tað er ikki at siga ov nógv, at Dráttur er favorittur at vinna á Mjølni. Dráttur er greitt oddalið í landskappingini, og tað var ikki fyrr enn seinasta sunnudag, at Dráttur tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá Fleyr vann 3-2.
Men júst tað gevur eisini Mjølni vón um, at tað letur seg gera at vinna á sterka vágaliðnum. Haraftrat er Mjølnir í vinnaraformi í løtuni og hevur vunnið fimm av sínum seinastu landskappingardystum upp í slag.
Fyri Mjølnir er tað skot fyri bógvin, at sterki miðleikarin Sirið H. Samson hevur fingið skaða..
Menn: SÍ - ÍF kl. 15
Tvær ferðir hetta kappingarárið hava SÍ og ÍF spælt ímóti hvørjum øðrum – einaferð í landskappingini og eina ferð í bólkaspælinum í steypakappingini – og báðu ferð hava dystirnir verið fimmsettarar, við einum sigri til hvønn partin.
ÍF hevur seinasta árið verið nógv darvað av, at serbin Vukasin Nedeljkovic hevur sitið uttanfyri við skaða í knænum, men seinasta mánaðin hevur hann verið aftur á vøllinum. Tó hevur hann higartil spælt sum libero, fyri at spara knæið, men tað ljóðar úr Fuglafirði, at í hálvfinaluni fer hann aftur at spæla á kantinum, og tað styrkir munandi um ÍF-liðið.
SÍ má tó smyrja seg við at verða útnevnt til favoritt leygardagin – um tað so er gott ella ringt. SÍ vann allar dystirnar í bólkaspælinum og er nummar tvey í landskappingini.
Kvinnur: SÍ - Fleyr, kl. 17
Seinna hálvfinalan hjá kvinnum er ímillum steypafinalistarnar frá í fjør, og ymsar ábendingar eru um, at hetta kann gerast ein av teimum drúgvaru dystunum. Tá liðini møttust í Sørvági í landskappingini fyri einum mánaði síðan, vann SÍ 3-2, og tað er ikki óhugsandi, at vit aftur kunnu fáa ein fimmsettara hesaferð.
Bæði liðini fingu annars eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, men hava síðan fótað sær. Fyrstu dystirnar tapti SÍ greitt, men tá onkrar at teimum frægu, sum høvdu verið burtur, komu aftur, fór at ganga betur, og eisini hevur brasilski hevarin Rhilari Da Silva Poulquerio Nogueira gjørt stóran mun. Og fyri kortum kom uppaftur ein brasilsk á liðið, kantspælarin Ana Cecilia Goulart, og við sínum 1,85 metrum verður hon ikki løtt at steðga hjá Fleyr-blokkinum. Haraftrat servar hon væl.
Liðið hjá Fleyr er í miðal nakað eldri enn tað hjá SÍ, og teir royndastu leikararnir hava samanlagt spælt 79 A-landsdystirnir fyri Føroyar, har kanturin Anja Danielsen eigur teir flestu, 46 í tali. Hjá SÍ er tað bara Sofía Weihe Simonsen, sum hevur spælt A-landsdystir, níggju í tali. Tó hava tær flestu av hinum spælt eina ørgrynnu av ungdómslandsdystum.
Menn: Mjølnir - Fleyr kl. 19
Mjølnir, sum hevur verið í steypafinaluni seinastu fimm ferðirnar og vunnið fýra ferðir, er greiður favorittur at koma í finaluna aftur í ár. Liðið er trygt á odda í landskappingini og hevur klassaleikarar á øllum plássum, sum eiga nógv av ovastu plássunum á hagtalslistanum fyri landskappingina.
Fyri bara fýra døgum síðan vann Mjølnir 3-0 á Fleyr í Havn, so nógv skal verða øðrvísi, skal Fleyr veruliga hótta steypafinaluplássið hjá Mjølni leygardagin.
Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Flogbóltur: Fleyr vann farna vikuskiftið tvey týdningarmikil stig í 3-2 sigri á Drátti, sum fyri fyrstu ferð var við undirlutan hetta kappingarárið
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – Dráttur 3-2 (23-25, 25-27, 25-21, 25-22, 15-9)
Í Fleyr fegnast tey, um at tað eydnaðist at venda hóttandi tapi til sigur og fáa tvey stig burturúr dystinum ímóti ósigraða Drátti. Tó iðra tey seg samstundis um, at stigini ikki gjørdust trý, tí Fleyr lá leingi til at vinna tey bæði fyrstu settini, sum tó gluppu teimum av hondum, tá samanum kom.
Alt fyrsta sett var Fleyr á odda, viðhvørt við fimm stigum (10-5 og 15-10), og ikki fyrr enn heilt til seinast megnaði Dráttur at fara framum 24-23, og síðan gera sær dælt av fyrsta settbóltinum og vinna settið 25-23.
Eisini í øðrum setti var Fleyr fyri tað mesta á odda, og tá støðan gjørdist 19-12, tóktist settið at vera komið undir land. Men tað er undir landi, at flúrarnir eru, og her strandaði Fleyr, tí brátt varð støðan 24-21 til Drátt. Fleyr var tó nær við at bjarga sær aftur og vann sær eisini settbólt við støðuna 25-24, men hann var ikki gagnnýttur, og so vann Dráttur tríggjar bóltar á rað og settið 27-25.
Fleyr misti tó ikki mótið av hesum og megnaði at javna til 2-2 í settum. Í báðum settunum var Fleyr frammanfyri at kalla frá byrjan til enda.
Í javnbrótaranum gjørdist tað dýrt fyri Drátt við servifeili og tveimum óprovokeraðum feilum, so Fleyr fór frá 4-3 til 7-3. Tann munurin bara vaks, sum settið leið, og at enda hevði Fleyr sjey dystarbóltar, har tann triði taldi, tá Dráttur sendi servuna í netið, so Fleyr vann 15-9.
Dráttur er framvegis greitt á odda í deildini við 28 stigum fyri 11 dystir og verður uttan iva annað av liðunum í FM-finalunum, men Fleyr er nú bara seks stig aftanfyri á øðrum plássi, men hevur spælt ein dyst minni. Tey tvey stigini hjá Fleyr ímóti oddaliðnum kunnu gerast avgerandi, tí skulu SÍ og Mjølnir taka Fleyr aftur, verður kanska neyðugt, at tey eisini vinna á Drátti – og tað er framvegis alt annað enn lætt.
Mjølnir – TB 3-2 (23-25, 18-25, 25-16, 25-21, 15-13)
Í Mjølni høvdu tey vónað, at Dráttur fór at vinna á Fleyr, so Mjølnir rættiliga kundi nærkast øðrumplássi, sum gevur atgongd til FM-finalurnar. Tað hendi sum kunnugt ikki, og tað var eisini um reppið, at Mjølnir ikki vann sín dyst á TB, sum vann tey bæði fyrstu settini. Men Mjølnir kom afturíaftur og vann 3-2 og harvið sín fimta sigur á rað í landskappingini.
Støðan var 19-19 í fjórða setti, tá Mjølnir vann fýra stig upp í slag og megnaði at halda munin og vinna setið 25-21.
Í javnbrótaranum legði TB seg á odda 7-4, men Mjølnir javnaði og fór framum 11-8. Javnt var tó aftur við 11-11, men so vann Mjølnir aftur tríggjar bóltar á rað og fekk tríggjar dystarbóltar. TB yvirlivdi tveir teirra – tann seinni eitt serviess – men síðan fór næsta servan í netið, og so vann Mjølnir 15-13. Í javnbrótaranum hevði Mjølnir fleiri framúr blokkar, sum gjørdust rættiliga avgerandi fyri úrslitið.
Við teimum tveimum stigunum kemur Mjølnir upp á 16 stig, seks færri enn Fleyr, sum tó hevur spælt ein dyst meira. Næsti dysturin hjá Mjølni er á útivølli ímóti KÍF. Tá tekur SÍ ímóti Fleyr.
SÍ – Ternan 3-0 (25-16, 25-14, 25-11)
SÍ vann, sum væntað, sín pliktsigur og tók seg eitt stig nærri Fleyr, sum er fýra stig frammanfyri. Tann munurin kann minka niður í bara eitt stig næsta umfar, sum er mikudagin 14. januar, um SÍ tá vinnur á Fleyr. Hinvegin kann munurin eisini veksa upp í sjey stig. Altso ein rættiliga avgerandi dystur um finaluplássið í FM-kappingini.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur, er tann, at Dráttur hevur 28 stig, Fleyr 22, SÍ 18, Mjølnir 16, TB 11, KÍF 7 og Ternan hevur einki stig. Dráttur hevur spælt 11 dystir, Fleyr, SÍ og KÍF 10 meðan Mjølnir, TB og Ternan hava spælt 9.
Liðini spæla 18 dystir hvør; tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum.
Komandi dystir:
Mikukvøldið 14. februar kl. 19: SÍ - Fleyr í Sørvági
Mikukvøldið 14. februar kl. 19: KÍF - Mjølnir í Kollafirði
Hóskvøldið 15. februar kl. 19: Ternan - SÍ á Toftum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2024
David Kunoy er verdur at halda eyga við heldur donsk boksistevna, sum brúkar føroyingin í lýsingum fyri altjóða boksistevnu í apríl
Tað er uppbygd rættilig virðing rundan um føroyska nevaleikaran hjá Tórshavn Boksing, David Kunoy, eftir at hann hevur víst góð úrslit og stríðsanda á boksistevnum í Danmark.
Nú verður hann brúktur sum eygnariv (da. blikfang) í lýsingum fyri stóra altjóða boksistevnu, sum í apríl verður í Vordingborg í Danmark.
“David Kunoy from Team Torshavn Boksing (Faroe Islands) is worth keeping an eye on in elite men 67 kg. He is definitely joining the tournament to win!!”, skrivar kappingin á Facebook.
Kappingin Tuff Nuff Boxing Tournament er ein øðrvísi kapping, har boksarnir yvir eitt vikuskifti boksa minst tveir dystir. Altso ikki so, at teir eru úti, um teir tapa tann fyrsta.
Tá kappingin er liðug verður tikið samanum, allir boksararnir fáa eina meting út frá styrki og stríðsvilja, og tað er her, at væntað verður nógv av føroyska boksararanum í 67 kilo flokkinum, og eisini tí, at fyriskipararnir bóðu um loyvi at brúka David Kunoy í lýsingunum fyri stevnuna.
Martin Meng, venjari í Tórshavn Boksing sigur í hesum sambandi:
- David er ein av okkara sterkastu íðkarum. Longu nú hava vit avbjóðingar við at finna mótstøðumenn til hansara, og tí verða næstan allir hansara dystir nú altjóða dystir. Gongu sum ætlað, fer hann í ár at liggja millum teir allarbestu í ríkinum í sínum vektflokki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald