Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. apríl 2024 | Nr. 15 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Enn eitt endaspæl á skránni í ár

SíÐa 32

1 Leygardagur 13. apríl 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Brøðraklandur

Samstundis sum vit fyri fyrstu ferð í Føroyum høvdu heiðurin av at vera vertur fyri fundi í Norðurlandaráðnum hesa vikuna, er hetta sama millumlanda forum komið í ringt ljós hjá nøkrum politikarum.

Tað, sum elvdi til hetta tosið og hóttanirnar um at melda okkum úr norðurlendska samstarvinum var ein útsøgn frá svenska ministaranum í norðurlendskum samstarvsmálum, sum uttan at ballað nakað inn viðgekk, at hon als ikki gekk við til, at Føroyar skal fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum.

Hetta fekk hon sagt uttan nakra sakliga grundgeving fyri síni áskoðan annað enn at samstarvið virkar fínt, sum tað ger nú.

Undirliggjandi liggur óivað áskoðanin um, at tey stóru norðurlondini framhaldandi ikki eru sinnað at geva tjóðum, sum ikki hava fullveldi, fullgyldugan limaskap.

Men hetta snýr seg eisini um vald. Sambært Helsingfors-sáttmálanum hava tey fýra skandinavisku londini 20 umboð í part í Norðurlandaráðnu, meðan Ísland, sum ein væl minni tjóð, hevur sjey umboð. 87 umboð tilsamans.

Finnland hevur latið tveir av sínum sessum til álendska løgtingið. Meðan Danmark hevur latið tveir av sínum sessum til føroyska løgtingið og tveir til grønlendska landstingið.

Nú er tað soleiðis, at sæð við svenskum politikaraeygum eru føroyingar og grønlendingar danir og onki annað.

Fáa grønlendingar og føroyingar sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandahúsinum við somu umboðum sum nú – tveimum í part – so verða hini londini eisini noydd at góðtaka, at danska umboðanin í norðurlandaráðnum hækkar upp í 20, eins og tann svenska og norska.

Tað er hetta, sum sviar ikki vilja góðtaka. Tí í teirra eygum fáa danir harvið 24 umboð í Norðurlandaráðnum, og Svøríki, sum jú er nógv størsta av teimum norðurlendsku tjóðunum missir munandi vald.

Jú – hóast norðurlandaráðið lítið og einki beinleiðis politiskt vald hevur annað enn at játta pengar til ávísar verkætlanir mest innan mentanar- og granskingarøkið, so hevur tað alt at týða, hvussu valdsjavnvágin sær út.

Men latið okkum nú sláa kalt vatn í blóðið, og spyrja okkum sjálvi, um føroyska støðan í norðurlendskum samanhangi tykist so høpisleys, sum onkur vil gera tað til.

Gamaní var tað svenska ráðkvinnan í norðurlandamálum, sum óstortliga úttalaði seg í KvF um svenska hugburðin til føroyskan limaskap. Men henda Jessika Roswall er fyrst av øllum ministari í ES málum í borgarligu svensku stjórnini. Tað gevur okkum orsøk til at halda, at hon kanska ikki gongur so høgt upp í norðurlendska samstarvið. Og fyri at siga sum er, so er hon moderat, altso konservativ, og søguliga eru svenskir moderatar ikki eins heitir fyri norðurlendska samstarvinum, sum eitt nú sosialdemokratarnir eru.

Hóttanirnar hjá sambandsliminum í Norðurlandaráðnum um at taka seg burtur úr norðurlendska samstarvinum fáa vit ikki sjálvstøðuga umboðan, ljóða í fyrstu atløgu høpisleysar, tí tað vildi verið tápuligt av Føroyum ikki at tikið lut norrøna samstarvinum. Tá hugsað verður um tað gagn, sum vit hava av hesum samstarvinum, so er tað ómetaligt, og kann tað ikki gerast upp í pengum. Og í tí samanhanginum, hevur føroyska umboðanin í sjálvum ráðnum – tí parlamentariska samstarvinum – lítið og onki at siga.

Men sum ein staðfesting – eitt statement – av føroyska viljanum, hevði tað verið vert at umhugsa at boykotta ráðið við ikki at møtt upp í politiska samstarvinum í eina tíð, bara fyri at fortelja hinum, at vit veruliga meina tað.

Tí tað er púra rætt, at Føroyar og tey norðurlondini, sum standa uttan fyri ES-samstarvið, eru nógv meira suveren á flestu lóggávuøkjum, enn ES-londini eru, og tí hava teir politikarar eisini púra rætt, sum siga, at tað ikki gevur meining at halda Føroyum uttanfyri, tá vit hava fullan og suverenan ræðisrætt á so at siga øllum málsøkjunum, sum norðurlendska samstarvið umfatar.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3604

    Lisnar síður: 9905

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 13. apríl 2024

Navigare byggir fýra nýggj skip

Skipini verða 90 metrar til longdar við einum lastkapasiteti 5.300 tons ella 7.800 rúmmetrar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Navigare Shipping hevur gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip. Skipini verða 90 metrar til longdar við einum lastikapasiteti á 5.300 tons ella 7.800 rúmmetrar. Í dag er størsti lastikapasiteturin í felagnum 4.650 tons ella 6.000 rúmmetrar.

Seinastu 15 árini hevur Navigare Shipping ment seg til at reka ein flota við 15 skipum, ið sigla fyri kundar í Føroyum og uttanlands. Higartil hevur felagið keypt eldri skip og umbygt tey eftir tørvinum hjá felagnum. Nú virksemið er vorðið so stórt, so metir felagið, at tíðin er búgvin at endurnýggja flotan við at byggja nýggj skip. Hetta fer at tryggja burðardyggari flutning og betri manningarviðurskiftir.

[object Object]

Tey fýra nýggju skipini, sum skulu byggjast í Niðurlondum, fara at minka munandi um útlátið, tá samanborið verður við skip í tilsvarandi stødd hjá felagnum. Eisini fara nýggju skipini at klára at flyta størri nøgdir, ið merkir, at útlátið lækkar munandi fyri hvørt flutt tons. Í skipunum verður gjørt klárt til landstreym við battarískipan, ið avmarkar útlát og ljóðdálking, tá skipið liggur í havn. Eisini verða skipini klárgjørd til ísetan av mekaniskum seglum og verða bygd so, at skiftast kann til metanol sum brennievni í framtíðini. Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og verða hini 3 skipini leverað í 2026 og 2027.

- Vit hava tryggjað, at skipini, sum skulu byggjast, eru sniðgivin júst til okkara tørv, soleiðis at vit kunnu veita kundum okkara tí bestu tænastuna, betra um manningaviðurskiftini, samstundis sum skipini er so umhvørvisvinarlig sum gjørligt, sum tryggjar ein grønari flutning, sigur Álvur Højgaard stjóri í Navigare Shipping.

Árið 2023 hilnaðist væl
Hóast hækkandi rentur tyngdi rakstur felagsins nakað, so hilnaðist 2023 væl hjá felagnum.

Ársúrslitið hjá Navigare Shipping fyri 2023 gjørdist 29 mió.kr., sum er áleið sama støði sum 2022.

Nýggjur kapitalur í felagið
Í samband við at felagið hevur lagt nýggja strategi við at byggja nýggj skip, er avgjørt at styrkja felagið við nýggjum eigarum. Í hesum sambandi hava bæði verandi og nýggju partaeigarnir skotið pengar inn í Navigare Shipping.

Pf. Royndin, sum hevur verið partaeigari síðani 2009 er keypt út, og nýggjur partaeigari er RMV Holding, sum er ein samanrenning av fleiri íleggjarum. Spf. Navigare, við beiggjunum Álvi, Jan, Anfinni og Bárði Højgaard, og Framtak eru framhaldandi partaeigarar í Navigare Shipping.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

3
Leygardagur 13. apríl 2024

Varðin og Gullak Madsen íleggjarar hjá Navigare

Navigare hevur fingið Árna Rasmussen, Varðan og Gullak Madsen uppí, nú reiðaríið skal gera stórar íløgur í nýggj skip

Partur av flotanum hjá Varðanum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Navigare Shipping í Søldarfirði kunngjørdi í gjár, at reiðaríið fer at byggja fýra nýggj farmaskip.

Í hesum sambandi er avgjørt at styrkja felagið við nýggjum eigarum. Pf. Roydin, sum er íløgufelag hjá Tryggingarfelagnum Lív hevur selt sín part, og nýggjur eigari er RMV Holding.

Kringvarpið veit at siga, at talan er um pengasterkir eigarar, tí í RMV Holding eru reiðaríið Varðin í Gøtu, fyrrverandi reiðarin Gullak Madsen, og Árni Rasmussen, sum í nógv ár var stjóri í íløgufelagnum Tjaldur.

Spf. Navigare, við beiggjunum Álvi, Jan, Anfinni og Bárði Højgaard, og Framtak eru framhaldandi partaeigarar í Navigare Shipping.

Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og verða hini trý skipini leverað í 2026 og 2027.

[object Object]Gullak Madsen keypti seg herfyri inn í Banknordik fyri hálva milliard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

4 Leygardagur 13. apríl 2024

Jan Ziskasen nevndarformaður í Framskák

Framskák fær nú nevnd við Jan Ziskasen á odda

Jan Ziskasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tøknifyritøkan Framskák hevur verið í stórari menning seinastu tíðina, og fær nú eina nevnd við Jan Ziskasen á odda. Hann fer í næstum undir at manna nevndina. 

- Eg haldi, at Framskák er ein spennandi fyritøka við stórum møguleikum. Fyritøkan hevur eisini stóran týdning í Føroyum, og tí eri eg sera spentur uppá uppgávuna, sigur Jan Ziskasen, nevndarformaður í Framskák.

- Við Jan Ziskasen hava vit ein nevndarformann við drúgvum viðkomandi royndum, sum kunnu koma Framskák til góðar í tilgongdini at røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri 2024 og komandi árum, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.

Framskák hevur síðani 2013 veitt tøkni til føroyska vinnulívið, og víðkaði í 2021 munandi um virksemið, tá fyritøkan keypti Teldutænastuna.

- Uppgávan hevur verið at flætta virksemið saman og fáa eitt úrslit burturúr tí, sum er unikt í Føroyum. Tað hava vit megnað, og eru nú farin til verka við eini nevnd, sum vit skulu styðja okkum uppat og sparra við.

Framskák virkar innan tey trý kjarnuøkini tøkni, verkseting og røkt, og hevur sum mál at gera arbeiðsdagin hjá føroysku fyritøkunum smidligari.

[object Object]Jan Ziskasen, nevndarformaður og Sigmund Mikkelsen, stjóri (Mynd: Framskák)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

5

Størv

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 13. apríl 2024

Nú búgva knapt 54.600 fólk í Føroyum

Fólkatalið er vaksið við 439 uppá eitt ár - vøksturin er á beint undir eitt prosent. Fólkavøksturin er framvegis nakað lakari, tó at fráflytingin minkar nakað. Færri verða fødd, og nú doyggja lutfalsliga færri aftur

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann tó verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna størri deyðatal og síðani vegna minni burðartal
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann tó verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna størri deyðatal og síðani vegna minni burðartal.

Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 


[object Object]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 165 og eini nettoflyting á 274 fólk.

Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

m

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 274 fólk. 

[object Object]

Færri verða fødd og færri doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Føðitalið var lutfalsliga stórt á heysti í 2020 og hevur síðani verið støðugt minkandi. Nú er tað minkað so mikið nógv, at virðið á trendinum er tað minsta síðan 1985, tá vit fóru at gera fólkatølini upp.

Deyðatalið er minkað niður á stigið, sum var frammanundan vøkstrinum í deyðatalinum í 2022. Áðrenn minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Seinasta árið var tað 165 børn. 


[object Object]

Nógvar kommunur vaksa

Fólkavøkstur var í fimtan av teimum 29 kommunum seinasta árið. Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Nes, Klaksvíkar, Runavíkar og Vága kommunu. Í júst teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, á Strondum, í Saltangará og í Sandavági.

Fólkatalið minkaði í 14 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar, Eiðis, Tvøroyrar og Sørvágs kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2023 og 2024. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

mars 2023 – mars 2024

marsmunur

20232024persónar%





Tilsamans54.15254.5914390,8
Fugloyar kommuna4341-2-4,7
- Hattarvík131300,0
- Kirkja3028-2-6,7
Viðareiðis kommuna349339-10-2,9
- Viðareiði349339-10-2,9
Hvannasunds kommuna429422-7-1,6
- Depil75-2-28,6
- Hvannasund249248-1-0,4
- Múli000-
- Norðdepil170168-2-1,2
- Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4425.491490,9
- Klaksvík5.0475.102551,1
- Árnafjørður6765-2-3,0
- Norðoyri163157-6-3,7
- Ánirnar5149-2-3,9
- Mikladalur252728,0
- Trøllanes1816-2-11,1
- Svínoy293126,9
- Húsar353838,6
- Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna141153128,5
- Haraldssund62721016,1
- Kunoy798122,5
Fuglafjarðar kommuna1.6191.638191,2
- Fuglafjørður1.6071.626191,2
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2542.278241,1
- Leirvík1.0181.040222,2
- undir Gøtueiði333639,1
- Gøtugjógv555611,8
- Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
- Norðragøta653637-16-2,5
- Syðrugøta491504132,6
Nes kommuna1.5051.556513,4
- Nes, Eysturoy37538382,1
- Saltnes151165149,3
- Toftir9791.008293,0
Runavíkar kommuna4.3364.380441,0
- Oyndarfjørður130121-9-6,9
- Elduvík1615-1-6,3
- Funningsfjørður5348-5-9,4
- Æðuvík959833,2
- Glyvrar470487173,6
- Lamba160152-8-5,0
- Rituvík327337103,1
- Runavík57757700,0
- Saltangará1.1501.171211,8
- Skipanes5452-2-3,7
- Søldarfjørður35836241,1
- Lambareiði911222,2
- Skála750765152,0
- Skálafjørður13813800,0
- Funningur4946-3-6,1
Sjóvar kommuna1.1911.213221,8
- Innan Glyvur8986-3-3,4
- Kolbeinagjógv3630-6-16,7
- Morskranes3224-8-25,0
- Selatrað414437,3
- Strendur9931.029363,6
Eiðis kommuna809792-17-2,1
- Eiði723710-13-1,8
- Ljósá3634-2-5,6
- Svínáir5048-2-4,0
Sunda kommuna1.8281.824-4-0,2
- Norðskáli331315-16-4,8
- Oyrarbakki16716700,0
- Oyri17218195,2
- Gjógv293013,4
- Haldórsvík11211754,5
- Langasandur4644-2-4,3
- Tjørnuvík4744-3-6,4
- Saksun111100,0
- Hvalvík254270166,3
- Nesvík000-
- Streymnes334321-13-3,9
- Hósvík325324-1-0,3
Tórshavnar kommuna23.01423.2742601,1
- Kollafjørður812805-7-0,9
- Oyrareingir3837-1-2,6
- Signabøur159151-8-5,0
- Argir2.5102.535251,0
- Tórshavn13.93514.1251901,4
- Kaldbak248239-9-3,6
- Kaldbaksbotnur87-1-12,5
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10610600,0
- Hoyvík4.6094.673641,4
- Norðradalur9900,0
- Syðradalur, Streymoy68233,3
- Kirkjubøur767822,6
- Velbastaður255267124,7
- Hestur1615-1-6,3
- Koltur000-
- Nólsoy226218-8-3,5
Kvívíkar kommuna60360410,2
- Kvívík39339630,8
- Leynar118117-1-0,8
- Skælingur131300,0
- Stykkið3534-1-2,9
- Válur444400,0
Vestmanna kommuna1.2691.268-1-0,1
- Vestmanna1.2691.268-1-0,1
Vága kommuna2.1842.209251,1
- Sandavágur1.0151.029141,4
- Miðvágur1.1291.13780,7
- Vatnsoyrar404337,5
Sørvágs kommuna1.2541.241-13-1,0
- Sørvágur1.1521.149-3-0,3
- Bøur7466-8-10,8
- Gásadalur121318,3
- Mykines1613-3-18,8
Skopunar kommuna47247861,3
- Skopun47247861,3
Sands kommuna520530101,9
- Sandur520530101,9
Skálavíkar kommuna13414396,7
- Skálavík13414396,7
Húsavíkar kommuna9810577,1
- Dalur2936724,1
- Húsavík595900,0
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3332-1-3,0
- Skúgvoy2827-1-3,6
- Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna656635-21-3,2
- Hvalba589570-19-3,2
- Sandvík6765-2-3,0
Tvøroyrar kommuna1.7541.741-13-0,7
- Froðba281274-7-2,5
- Trongisvágur528522-6-1,1
- Tvøroyri85786470,8
- Ørðavík2524-1-4,0
- Ørðavíkslíð6357-6-9,5
Fámjins kommuna7877-1-1,3
- Fámjin7877-1-1,3
Hovs kommuna10410843,8
- Hov10410843,8
Porkeris kommuna330322-8-2,4
- Porkeri330322-8-2,4
Vágs kommuna1.3621.360-2-0,1
- Vágur1.3621.360-2-0,1
Sumbiar kommuna341337-4-1,2
- Lopra7675-1-1,3
- Sumba253249-4-1,6
- Víkarbyrgi000-
- Akrar121318,3






Hagstova Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

7 Leygardagur 13. apríl 2024

Ónøgd í tunnilsliðnum í Dalstunlinum

Trý fólk søgdu seg úr starvi fyrr í ár, og hetta hevur seinkað arbeiðinum inni í tunlinum nakað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gongur og hevur sum heild gingið væl at gera Dalstunnilin, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.

Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023. 

Vanliga starvast 6-7 arbeiðsfólk á tunnilsliðnum hjá Landvserki. Fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi. Orsøkin var, at tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið. Lýst varð tí eftir starvsfólki, og eru fólk sett í starv, sigur Dennis Holm.

Arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan, upplýsir landsstýrismaðuin.

Dalstunnilin skal eftir ætlan verður liðugur í 2026.

[object Object] Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023 (Mynd: Landsverk)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

8 Leygardagur 13. apríl 2024

Lokka pengar frá føroyskum monnum

Løgreglan ávarar ímóti at senda myndir til onnur á netinum uttan at vera vís í um móttakarin tann, ið hann gevur seg út fyri at vera

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað kemur alt ov ofta fyri, at føroyskir menn verða lokkaðir til at senda myndir av sær sjálvum til ókendar móttakarar á netinum, fyri síðan at verða trýstir eftir pengum.

Í vikuni fekk løgreglan fráboðan frá einum ungum manni, sum helt seg hava fingið eitt nært samband við eina útlendska kvinnu á internetinum. Samskiftið teirra millum førdi til, at maðurin varð lokkaður at senda myndir av sær sjálvum í støðum, sum einans vóru ætlaðar kvinnuni.

Men so varð maðurin hóttur við, at myndirnar fóru at verða almannakunngjørdar, um hann ikki rindaði kvinnuni, ella persóninum í hinum endanum, eina upphædd svarandi til einar 7.000 krónur til eina útlendska kontu.

Vaktleiðarin hjá løgregluni tók hetta málið upp á felags telefonfundinum við fjølmiðlarnar í morgun, tí tað er javnan og alt ov ofta, at tey uppliva hetta slagið av peninganoyðslu.

Hetta er tað slagið av lógarbrotið, sum á útlendskum verður kallað ‘grooming’. Tá snýr tað seg um at skapa eitt álit millum tveir persónar, har annar so misnýtir álitið til at fáa okkurt, ofta myndir av kynsligum slag, burturúr. Í hesum førunum, har talan er um føroyskar menn, sum halda seg hava fingið eitt samband við vakrar útlendskar kvinnur, verður hetta álitið síðan misnýtt til peninganoyðslu.

Løgreglan ásannar, at hetta er ein trupulleiki, sum er ógvuliga ringur at basa, tí tað er so lætt at útgeva seg á netinum fyri at vera ein ennar persónur, enn ein veruliga er.

Men áheitanin er at vísa varðsemi, tá fólk taka upp samband við fremmand fólk á netinum.

Áheitanin gongur í fyrsta lagið út upp á – sjálvandi – at lata vera við at senda pengarnar, men best er, um ein ongantíð kemur út í eina støðu, har peninganoyðsla kann koma upp á tal. Hetta snýr seg bæði um at senda myndir av sær sjálvum, men eisini um, hvussu ein uppførir seg annars framman fyri telduni, tí móttakarin hevur møguleika at taka myndir - 'screenshots'.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

9
Leygardagur 13. apríl 2024

Vónir um betri tíðir fyri botnfiskin á landgrunninum

Nakrar fortreytir eru til staðar fyri at fáa toskastovnin á føtur aftur, sigur Havstovan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vónir eru um, at botnfiskastovnurin á føroyska landgrunninum kann vera við at koma fyri seg afturæ

Tað skrivar Havstovan í eini grein á heimasíðu síni.

Í niðurstøðuni staðfestir Havstovan at toskastovnurin er sera illa fyri í løtuni.

- Støddin á stovninum er á søguligum lágmarki (undir 13.000 tons í 2023), og tískil má fiskiskapurin tálmast.

Men greinin vísir eisini á, at tekin eru, sum geva vón um eina batnandi støðu hjá stovninum: 

  • Umhvørvið (gróður og yngul) vísa ein topp í 2023
  • Yvirlitstrolingar á sumri 2023 vístu, at toskurin var væl í holdum
  • Fiskimenn boða í vetur frá hampiligum fiskiskapi, og at toskurin er væl fyri (fullur í nebbasild)
  • Yvirlitstrolingin á landgrunninum í mars vísti eitt vet meira av toski enn tey undafarnu fýra árini, og nógv er til av smáhýsu
  • Fuglateljingar geva ábending um økt tal av floygdum pisum hjá sjófugli (lomviga, ritu, ternu og lunda) í 2023

- Vit kunnu bara vóna, at betri umstøður í náttúruni síðstu árini fara at síggjast aftur í betri tilgongd av toski og harvið batnandi støðu fyri toskastovnin. Um økta produktiónin í havinum í 2022 og 2023 hevur gjørt mun fyri tilgongdina, so fer hetta at síggjast aftur í gýtingarstovninum um eini trý ár, skrivar Havstovan, ið tekur soleiðis samanum: 

- Samanumtikið eru nakrar fortreytir til staðar, sum eru neyðugar fyri at fáa toskastovnin aftur á føtur. Hesar fortreytir plaga at koma við 7-10 ára millumbili. Kortini er enn sera óvist um toskastovnurin fer at taka seg upp aftur í hesum umfarinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

10 Leygardagur 13. apríl 2024

Høgni í Stórustovu nývaldur aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi

Á flokstinginum í Hósvík leygardagin varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarformann í flokkinum – tveri mans vóru í uppskoti til sessin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hósvík farna vikuskiftið varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarforfólk í flokkinum.

Tvey valevni vóru í uppskoti til sessin. Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi høvdu Jógvan Jón Henriksen í uppskoti, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði Høgna í Stórustovu í uppskoti.

Eftir eina spennandi atkvøðugreiðslu millum umboð frá øllum økisfeløgum floksins, Unga Tjóðveldið og ting- og landsstýrisfólki, varð Høgni í Stórustovu valdur, skeivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og hevur starvast sum deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini síðan 2009. Høgni hevur breiðar arbeiðsroyndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, deildarstjóri á tryggingarøkinum, sum limur og formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og nevndarlimur og forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

– Eg gleði meg til at byrja í floksarbeiðinum, og fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savnað allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar til veruleika, sigur Høgni í Stórustovu.

– Tjóðveldispolitikkurin eigur at røkka út í hvørt heim í Føroyum, og við styrktum økisfeløgum, góðari samskipan millum okkara fólkavaldu, á tingi, í kommunum og flokkin. Tað er avgerandi at politisku flokkarnir eisini fáa eitt grundarlag at standa á soleiðis, at flokkarnir kunnu arbeiða virki fólkaræðinum at gagni, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2024

11 Leygardagur 13. apríl 2024

Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri

Betri hevur fingið nýggjan formann eftir at tað í januar gjørdist greitt, at Aslaug Gisladóttir, sum hevur verið forkvinna síðan 2018, ikki fór at stilla upp aftur

Jens Johan Dam (Mynd: Betri)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna fríggjakvøldið stóðu tríggir av teimum seks nevndarlimunum fyri vali. Poula Michelsen varð afturvald.

Aslaug Gisladóttir og Ragnar Joensen, sum hava sitið í nevndini síðan 2018, stillaðu ikki upp aftur. Í teirra stað komu Jens Johan Dam og Jákup Egholm Hansen.

Harumframt eru Mortan Simonsen, Petur Elias Nielsen og Tóra við Keldu í nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Jens Johan Dam, sum formanni, og Poulu Michelsen, sum næstforkvinnu.

- Tað er ein heiður at taka við hesum álitissessi. Betri er eitt sterkt og væl rikið felag, so hetta er ein sera spennandi avbjóðing at taka við, sigur Jens Johan Dam, nývaldur formaður.

[object Object]

78 milliónir í Limakrónum og stuðli
Roknskapurin fyri 2023 vísir 381,9 milliónir kr. eftir skatt. Hetta er væl meira enn í 2022, tá ið avlopið var 27,9 milliónir kr. eftir skatt. Úrslitið er somuleiðis væl omanfyri tær 170-250 milliónir krónurnar, sum metingarnar fyri 2023 søgdu.

Høvuðsorsøkin til góða úrslitið hjá samtakinum er avkastið av virðisbrøvunum, ið gjørdist munandi betri enn væntað. Í 2022 rakti vánaliga gongdin á virðisbrævamarknaðinum samtakið meint, men í fjør góvu virðisbrøvini aftur eitt munagott íkast til úrslitið. Eisini var gott avkast av útlánsvirkseminum.

Góða úrslitið kemur eigarunum – kundunum í Betri Trygging - til góðar. Ognarfelagið hevur nevniliga ein strategiskan málsetning um at rinda 10 prosent av tryggingargjaldinum út í Limakrónum. Limakrónur eru vinningsbýtið, sum eigararnir    kundarnir í Betri Trygging - fáa. Nú árið er gjørt upp, er greitt, at tilsamans 48 milliónir krónur skulu setast av til Limakrónur fyri 2023.

Harumframt verða 30 milliónir krónur settar av til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemið hjá samtakinum.

Størsta stuðulsjáttanin í løtuni er til stórhøllina við Tjarnir, sum ætlandi verður klár komandi ár. Høllin við Tjarnir verður bygd til at hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av alskyns slagi.

Eisini stuðlaði Betri eini røð av øðrum verkætlanum. Úr rúgvuni av størri verkæltanum kunnu vit nevna: 

•· Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar í Føroyum í samstarvi við Undirvísingarstýrið. Reyði Krossur stóð fyri undirvísingini, ið tryggjaði einum heilum árgangi av børnum grundleggjandi fyrstuhjálparskeið. 

• Førleikamenning í samband við neyðuga venjingarætlan til børn við ADHD. Bæði fakfólk og foreldur at børnunum við ADHD fingu undirvísing, so tey kunnu hjálpa børnunum at mennast - og harvið trívast betur. 

• Fleiri verkætlanir við denti á náttúru og umhvørvi

Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:

· Úrslitið eftir skatt 381,9 mió. kr. (2022:  27,8 mió. kr.)
· Eginognin 4.042,2 mió. kr. (2022: 3.713,2 mió. kr.)
· Renta av eginogn aftaná skatt 9,8 % (2022: 0,7 %)
· Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 36,9 % (2022: 34,9 %)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

12
Leygardagur 13. apríl 2024

Soleiðis lá Kambur áðrenn hann sakk

Danska skaðanevndin hevur almannakunngjørt nýggja mynd av línuskipinum Kambi áðrenn hann sakk

(Mynd: Den Maritime Havarikommission)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska skaðanevndin, Den maritime Havarikommission, hevur í vikuni almannakunngjørt eina mynd, helst tikin úr bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, av línuskipinum, beint áðrenn hann sakk fríggjamorgunin 2. februar.

Tveir av manningini sjólótust í hendingini, meðan 14 vórðu bjargaðir upp í tyrluna.

Á myndini eru teir fyrstu 13 menninir, ið náddu at leita sær upp á brúnna og síðan út á brúgvaveingin, bjargaðir.

Á myndini flýtur Kambur enn rættiliga langt uppi í sjónum. Vit skulu ímynda okkum, at tá henda myndin er tikin, situr tann seinasti av teimum bjargaðu helst frammi í gron á einum pullarti og krokar undir lúnningini. Hann varð ikki bjargaður fyrr enn hann leyp á sjógv, beint áðrenn Kambur sakk.  

Lesið dramatisku frágreiðingarnar frá sjóforhoyrinum her:

Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu

- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann

Bara ein maður sá kokkin henda morgunin

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

13
Leygardagur 13. apríl 2024

Tvey nýggj føroysk uppsjóvarskip við bryggju í Skagen

Finnur Fríði verður latin í næsta mánað og Høgaberg seinni í ár

(Mynd: Karstensens Skibsværft)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú liggja tey bæði har. Á vestara tvørmola hjá Karstensens Skibsværft í Skagen. Finnur Fríði verður latin Varðanum í mai mánaði, og í oktober/november fær Framherji nýggja Høgaberg.

Tað var í september í fjør, at skrokkurin hjá Finni Fríða kom til Skagen, og tað gongur skjótt. Sjey mánaðar seinni fer at nærkast til, at skipið er liðugt og klárt at fara í vinnu.

Skrokkurin hjá Høgabergi kom til Skagen fyri góðari viku síðan, so har er arbeiðið umborð júst byrjað.

[object Object](Mynd: Karstensens Skibsværft)

Finnur Fríði og Høgaberg eru systurskip, og tey eru bæði 88 metrar long og 17,5 metrar breið. Finnur Fríði fer at lasta 3.000 tons meðan Høgaberg fer at lasta 3.400 tons.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

14 Leygardagur 13. apríl 2024

Nýggjur CT-skannari til Landssjúkrahúsið

Kemur í morgin – ávirkar atgongdina til sjúkrahúsið fyrrapartin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin fekk Landssjúkrahúsið í Havn nýggjan CT-skannara. Stórar fyrireikingar skulu til tungar og tekniskar maskinur sum hesar, og tí hevur verið arbeitt miðvíst fyri at rudda og klárgera gomlu arkivrúmini á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at nýggi CT-skannarin kann húsast har, skrivar Landssjúkrahúsið.

CT-skannarin hjá Landssjúkrahúsinum er nú vorðin 12 ár, og hóast hann eisini var eitt top modell í sínari tíð, kann hann ikki samanberast við tann nýggja.

Nýggi CT-skannarin er ein High-end dual-energy skannari, sum gevur Landssjúkrahúsinum víðkaðar møguleikar innan diagnostikki, tí tey fáa meira nágreiniligar myndir av tí sum er innan í okkum.

- Núverandi CT-skannari verður brúktir at gera skanningar av fólkið bæði dag og nátt, so tað verður kærkomið at fáa ein avtrat. Tann nýggi skannarin er av allar kraftigasta slagi, og gevur eina betri heildarmynd, tí hann arbeiðir skjótari enn tann gamli. Eitt nú, er hann góður at skanna hjørtu, sum so kent flyta seg allatíðina, og tí kunnu vera ring at fáa støðuga mynd av í gamla skannaranum. Hetta er eitt frambrot fyri okkum og ferð at geva øllum, ið hava tørv á skanning, eitt enn betri tilboð og meira nágreiniliga skanning, skrivar Landssjúkrahúsið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

15 Leygardagur 13. apríl 2024

Avtala millum Runavíkar kommunu og Mest um nýggja turrdokk

Ætlanin er at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála, sum fer at hava við sær, at væl størri skip kunnu takast upp

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri viku síðani skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður í Mest og borgarstjóri í Runavíkar kommunu undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.

– Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.

– Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.

Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum.

Sambært Runavíkar kommunu hevur býráðið tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2024

16 Leygardagur 13. apríl 2024

Hanus á Gørðum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur

Klaksvíksingurin tekur við 1. mai, tá hann avloysir Sverra Steinhólm. Harvið skal nýggjur sóknarprestur setast í Norðoya vestara prestagjaldi.

Starvið hevur staðið leyst seinastu mánaðirnar (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsstýriskvinnan við kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Hanus á Gørðum til embætið sum prestur á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum frá 1. mai 2024. 

Hesum boðar Fólkakirkjan frá.

Sverri Steinhólm røkti embætið leingi. Í heyst gjørdist hann fyrsti diakoprestur í Føroyum. Síðani hevur starvið staðið leyst.

Hanus á Gørðum var saman við Símun Perssyni Jacobsen prestvígdur í Hvalbiar kirkju í august 2007 av Hans Jacob Joensen, sála.

- Tað fyrsta árið var Hanus vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani 2010 hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Tá Hanus á Gørðum var innsettur, var talan um eitt sindur serliga innsetan. Hetta tí at Hanus var fyrsti presturin eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni, sum varð settur í starv sum tænastumaður.

Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið. Tað verður við gudstænastu í Vesturkirkjuni einaferð í mai, skrivar folkakirkjan.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2024

17 Leygardagur 13. apríl 2024

Komu í neyð millum Tjørnuvík og Saksun

Tveir útlendingar vóru farnir til gongu í ringa veðrinum farna leygardag. Sjey tímar seinni komu teir vátir og kaldir aftur

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast vánaliga veðri leygardagin fóru faðir og sonur, úr Singapore, ein túr til gongu úr Tjørnuvík og ætlaðu sær at ganga eftir bygdagøtuni til Saksunar.

Men komnir hálva leið gjørdist sýnið so ringt, at teir mistu varðagøtuna.

Í samráð við átaksleiðaran í Sunda kommunu blivu teir ráddir til at seta kósina aftur móti Tjørnuvík. Løgreglan samskifti javnan við teir, men tá teir komu móti Tjørnuvík funnu teir ikki oman av hamaranum, og fólk frá bygdini máttu niðan eftir teimum. Við hjálp frá Sundakort sum skrásetur allar varðarnar og gps varð funið fram til menninar.

Teir fóru úr Tjørnuvík klokkan hálvgun tólv og komu aftur til Tjørnuvíkar vátir og kaldir klokkan hálvgun sjey.

Alt spældi tíbetur væl av, men teir dugdu sjálvir væl at síggja, at hetta var býtt, segði vaktleiðarin hjá løgregluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

18 Leygardagur 13. apríl 2024

Royna at fáa høvd ella hala á ferðsluóhappi

Enn er ikki greitt, hvat hendi undir Brúnni sunnumorgunin, tá ein bilur koyrdi inn í garðar og gjøgnum urtagarðar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan arbeiðir framvegis við ferðsluóhappinum, sum hendi undir Brúnni í Havn leygarmorgunin klokkan hálvgun fýra.

Tá løgreglan kom á staðið, var bilførarin rýmdur. Sjey tímar seinni hevði løgreglan funnið fram til ein mann, men vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir seinni sunnudagin, at enn var greiða ikki fingin á, hvat er hent ella um tað er føraranum, tey høvdu fingið fatur á.

Roynt verður at finna útav hvat er hent, og eisini um rúsdrekka hevur verið uppi í leikinum.

Bilurin, ein Tesla, fekk stóran skaða, og sum tað sæst á myndunum, er eisini annar materiellur skaði. At síggja til hevur bilurin koyrt niðan eftir Villingardalsvegnum, og hevur ikki klárað svingið til vegin undir Brúnni.

Upp á fyrispurning í gjár, fríggjadagin, kundi vaktleiðarin hjá løgregluni ikki enn koma við fleiri upplýsingum um hendingina.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

19 Leygardagur 13. apríl 2024

Vinnan gjørdi seg lekkra á Glasi

Fyritøkur og stovnar royndu at tekkjast framtíðar starvsfólkum tá tað var vinnudagur á Glasi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu árini hevur tiltakið "Vinnan vitjar" verið á Glasi og í ár var einki undantak.

Ein rúgva av fyritøkum og stovnum tóku ímóti næmingunum sum - nakrir av teimum - helst eru framtíðar starvsfólk.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar. Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

20 Leygardagur 13. apríl 2024

Hundafríøkið við Stórá í Trongisvági

Økið er umleið 2500 fermetrar

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvøroyrar býráð samtykti 26. oktober at seta eitt øki av til hundar í Trongisvági, við Stórá. Ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa hundum sínum leysum í einum náttúruvøkrum umráði, undir skipaðum viðurskiftum.

Tað er lokala fyritøkan Spf. í Heygunum, v. Birgiri Strøm Rasmussen, ið hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.

Økið er umleið 2.500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu. Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp, og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið verður í viku 18, sum er 29. apríl til 5. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

21 Leygardagur 13. apríl 2024

Bindifestivalurin setur sjóneykuna á restir

Tey binda í Fuglafirði hetta vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bindifestivalurin í Fuglafirði verður hetta vikuskiftið. Hetta er tann níggjundi Bindifestivalurin í røðini.

Bindifestivalurin hevur øll árini verið merktur av einum serligum hugna og av gestum, sum koma úr øllum heraðshornum. Fyrireikararnir vænta, at soleiðis verður aftur í ár.

Á skránni eru spennandi verkstovur, fjølbroyttir fyrilestrar og góðir gongutúrar.

Reyði tráðurin í ár er RESTIR. Øll, sum binda, munnu kenna til mongu restirnar, sum loypa av, tá liðugt er bundið. Skjótt kunnu hesar restir gerast til eina stóra rúgvu, og tað er harmiligt, um alt fer burtur. Fleiri av verkstovunum snúgva seg um, hvussu tað, sum loypur av, kann virkast til á ein spennandi hátt.

Luttakararnir fáa bæði handaliga og andaliga føði. Skipað verður fyri aftankvirru, dypping á sandinum, gongutúri við íblástri úr pílagrímssiðvenju og øðrum kveikjandi upplivingum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

22 Leygardagur 13. apríl 2024

Stór kórstevna og kórkonsert í Klaksvík í dag

19 kór framføra á Varpinum og stóra felagskórið leggur fyri við at framføra nøkur verk undir leiðslu av bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree. Byrjað verður klokkan 16.30

Ein dómsnevnd skal meta um avrikini hjá kórunum, ið koma ymsastaðni frá í landinum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið er kórstevna í Varpinum í Klaksvík. Har skulu 19 kór framføra/kappast.

Ein dómsnevnd skal meta um avrikini hjá kórunum, ið koma ymsastaðni frá í landinum.

Fyrireikarar boða frá, at dómsnenvndin skal taka støðu til fýra ting:

A: Intónatión: Stig verða givin fyri intónatión pr. sang

B: Ljóðgóðska hjá kórinum: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av hvussu kórið ljóðar.

C: Tulking: Stig verða givin fyri hvussu kórið tulkar tey einstøku kórverkini.

D: Heildarmeting: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av framførsluni tað er t.d. úttrykk, koreografi, útstráling osfr.

Í samband við kórstevnuna 2024 verður eisini ein konsert í Varpinum. Hon byrjar klokkan 16.30. Tað er stóra felagskórið, sum leggur fyri við at framføra nøkur verk, undir leiðslu av kenda bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree.

Kórini sum eru teknaði til kórstevnuna eru hesi:

Suð
Vágakórið
Vestmanna Sangkór
Tórshavnar Manskór
Glymur
Ljómur
Eystanljóð
Fuglafjarðar Sangkór
Stranda Sangkór
Klaksvíkar Manskór
Xperiment
Havnarkórið
Tórshavnar Kamarkór
Gøtu Kirkju Ungdómskór
Brak
Tarira
Silvitni
Morgunkórið
Kórið í Christianskirkjuni



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

23 Leygardagur 13. apríl 2024

Fyrsta umfar av Sement verður í kvøld

10 bólkar lutttaka í kappingini í ár, og í kvøld fara fimm teir fyrstu at framføra

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið byrjar ársins umfar av tónleikakappingini Sement.

– Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar. Og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

– Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður deiliga fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og rokk til elektroniskan tónleik og singer songwriter. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.

Fyrsta umfar av Sement verður á Reinsarínum í kvøld klokkan 20. Bólkarnir, sum luttaka í fyrsta umfari, eru: Ókendir, Attika, Viðarr, Jákup Eli, og Ingmar.

Í fjør var tað bólkurin Aggrasoppar, sum vann kappingina framman fyri Nimbus Tópus og Benjamin Rajani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

24 Leygardagur 13. apríl 2024

Fleiri føroysk filmsfólk fara nú til New York

Heimildarfilmurin "Heartist" um Sigrun Gunnarsdóttur verður sýndur í "The Big Apple". Beinta á Torkilsheyggi, Rógvi Rasmussen og Jón Hammer lutaka eisini á føroyska mentanarátakinum

Mentanarátakið, við føroyskari luttøku, kann vera liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frá apríl til juli er stórt føroyskt mentanarátak í mentanarhúsinum Scandinavia House í New York undir heitinum Fog Swept Islands.  

Filmur er eisini umboðaður, og hesaferð er tað heimildarfilmurin Heartist um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttur og hennara áhugaverdu listaverk og tilgongd, sum er á skránni. 

Ein sýning er fyri innbodnum úr filmsvinnuni, skúlum, filmfestivalum og fjølmiðlafólki. Leygardagin 13. apríl er ein almenn sýning.

Báðar dagarnar verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttur, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara umframt Jón Hammer, framleiðara. Filmshúsið skipar fyri tiltakinum.

Úr Filmshúsinum siga tey seg vera sera fegin um at vera partur av hesum mentanarátaki, ið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Filmhúsið sær nógvar møguleikar við at luttaka til bæði filmfestivalar umframt slík mentanarátøk sum Fog Swept Islands.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

25 Leygardagur 13. apríl 2024

Frændur á Summar Festivalin

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Vágsbø

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár fyllir Summar Festivalurin í Klaksvík 20 ár. Í ár eru eisini liðin 40 ár, síðani fyrsta plátan hjá bólkinum Frændum kom út. Hetta leggur upp til samstarv millum Føroya størsta tónleikatiltak og Føroya helst best umtókta tónleikabólk nakrantíð.

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Summar Festivalinum í august.

Frændur fekk stórt gjøgnumbrot frá fyrsta degi, tá ið plátan "Saman við tær" kom út. Teir komu við einum nýggjum og fangandi úttrykki í føroyskum tónleiki. Teir høvdu nakað upp á hjartað, og teir gjørdu framúrskarandi sangir.

Frændur fingu veruliga luft undir veingirnar, góvu fleiri plátir út og fingu alt størri undirtøku. Teir hava skrivað sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Og hittini eru nærum endaleys. Sangir sum  “Føroyar”, “Mítt land”, “80’ini”, “Eros”, “Lívsmynd”, “Caissa”, “Dupultsong”, “Minnist tú gildið”, “Til tey stressaðu”, “Zelot” og fleiri.

Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe hava øll árini verið oddamenn í Frændum, og aftrat sær hava teir dugnaligar tónleikarar.

Nú koma Frændur á Vágsbø at spæla eina heilt serliga konsert.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

26 Leygardagur 13. apríl 2024

Plúmm kemur á G!

Tað legst støðugt afturat við føroyskum nøvnum, sum fara at spæla í Syðrugøtu í summar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðførisleikarar í Føroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvørjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm.

Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið "Stjørnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag. 

Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar".

Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda øll hugsandi sløg av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp. 

Tað er fammanundan greitt, at umframt Plúmm (FO) spæla Highasakite (NO),  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á  G! 2024. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2024

27 Leygardagur 13. apríl 2024

Føroyskt umboð skal finnast til Pan-ArticVision

Í ár verður arktiska tónleikakapping hildin í Nuuk í oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvør skal umboða Føroyar á Pan-ArcticVision? Í fjør fór Guðrið Hansdóttir til Norðurnoregs at umboða Føroyar í tónleikakappingini Pan-ArcticVision. Nú er tíðin komin at finna nýggjan føroyskan sang og nýtt tónlistarfólk til kappingina, sum í ár verður í Nuuk. 

Við tí endamáli at styrkja arktiska felagsskapin og at seta sjóneykuna á arktisk mál og arktiska mentan, tók listabólkurin Nordting í fjør stig til eina nýggja altjóða tónleikakapping við Arktis í miðdepli – Pan-ArcticVision. Her kappast 10 tónlistarfólk úr 10 ymiskum økjum í Arktis við 10 sangum.

Arktiska økið er til kappingina liðiligt, tí luttakararnir koma úr eitt nú Sámalandi, Alaska og eisini úr Føroyum.

Í fjør var Guðrið Hansdóttir við sanginum “Blátt myrkur” vald at umboða Føroyar í kappingini, sum varð hildin í Vadsø í Norðurnoregi. Pan-ArcticVision var beinleiðis stroymd til londini í Arktis, og tá atkvøðugreiðslan var av, var tað greitt, at vinnarin gjørdist grønlendski tónleikabólkurin NUIJA við sanginum “Takutillara”. Tí verður Pan-ArcticVision 2024 í Nuuk.

Nú er tíðin komin at finna nýggjar luttakarar til kappingina. Hetta merkir, at føroysk tónlistarfólk nú kunnu senda sítt íkast til Pan-ArcticVision 2024 við teirri vón at sleppa at umboða Føroyar 12. oktober í Nuuk.

Freistin at senda tónleikainnslagið inn er 15. mai.

Norðurlandahúsið samskipar Pan-ArticVision í Føroyum. Meira um kappingina her.

[object Object]
Guðrið Hansdóttir umboðaði Føroyar á fyrstu Pan-ArcticVision í fjør. Ungdómur fylgdi stroymingini í Norðurlandahúsinum

 [object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

28 Leygardagur 13. apríl 2024

Kongshúsið fær 17 milliónir afturat

Tað hevur útreiðslur við sær, at Danmark nú hevur fingið nýggjan ríkisstjóra

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er dýrt at hava eitt kongshús. Danska forsætismálaráðið hevur lagt uppskot fyri fólkating, sum vísir, at árliga útreiðslan til kongshúsið nú økist úr 126,5 til 143,8 milliónir krónur. Hetta gonur fram í einum tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum.

Høvuðsútreiðslan er veitingin til ríkisovastan, regentin. Margretha drotning fekk í fjør 94 milliónir krónur, men við nýggju kongshjúnunum veksur henda upphædd. Veitingin til teirra verður nú 123 milliónir krónur, skrivar dr.dk.

Margretha drotning fær nú 12 milliónir krónur, eftir at hon hevur sagt ríkisovastaheitið frá sær.

Umframt hesar útreiðslurnar mælir stórnin til at játta 29 milliónir krónur til aðrar útreiðslur, sum eru knýttar at trónuskiftinum.

Í sambandi við skiftið eru hendar fleiri útskiftingar í starvsfólkahópinum. Eitt nú skulu brúkast 2,9 milliónir til tænastufólk hjá hóvinum, sum hava mist arbeiðið.

[object Object](Mynd: EPA)

Fýra milliónir til krúnprinsin

Í uppskotinum er eisini uppskot um pengar til Christian krúnprins.

Tá hann skipar sítt egna húsarhald, t.e. tá hann flytir heimanífrá, fer hann at fáa sjey milliónir krónur um árið.

Samstundis minkar veitingin til foreldur hansara við fýra milliónum. Tær fýra milliónirnar eru í dag oyramerktar til krúnprinsin í játtanini til foreldrini.

Til ta tí veksur útreiðslan til kongshúsið sostatt við trimum milliónum krónum.

Stutt eftir, at drotningin óvæntað á nýggjárinum boðaði frá, at hon leggur frá sær, boðaði danska stjórnin frá, at tað fer at vera neyðugt við fleiri pengum til kongshúsið og nýggju kongshjúnini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

29 Leygardagur 13. apríl 2024

O.J. Simpson deyður

Amerikumaðurin var kendur fyri nógv - mest fyri "aldarinnar rættarmál" tá hann varð fríkendur fyri tvífalt morð. Simpson doyði av krabba, 76-ára gamal

Talan var mest kenda amerikanaran, sum varð ákærdur fyri morð. Stórir sakførarar og verjar, sjónvarp á alla tíðina og øll høvdu meiningar um málið. Tað fór eisini at snúgva seg um nógv annað enn drápini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- 10. apríl doyði pápi okkara, Orenthal James Simpson, eftir stríð við prostata krabba. Hann var saman við børnum og barnabørnum.

Soleiðis orðaðu børnini hjá Orenthal James (O.J.) Simpson seg stutt á sosialu miðlunum hóskvøldið. Hetta er á profilum hansara, har tey at enda biðja um virðing, privatlív og tíð til at syrgja.

Navnið O.J. Simpson er eitt av teimum heilt kendu í USA og situr hjá nógvum kring heimin. Í langa tíð var maðurin úr San Francisco kendur fyri síni avrik sum fyrst og fremst amerikanskur fótbóltsspælari: Fyrst var tað á college við einum at teimum heilt stóru, USC í Los Angeles. Simpson vann "Heisman-steypið", ið er størsti heiður hjá einum spælari á college-stigi, og øll vildu hava fatur í honum. Kraftmikli og kviki rennarin endaði hjá Buffalo Bills, har hann setti nøkur met.

Simpson var eisini kendur fyri at vera við í stórum lýsingum fyri millum annað Hertz, og seinni arbeiddi hann fyri sjónvarpsstøðuna NBC og spældi í ymiskum filmum. "The Juice" átti í ymiskum og var ógvuliga væl umtóktur og væl dámdur.

[object Object]
O.J. Simpson í rættinum í Las Vegas - lív hansara gjørdist heilt øðrvísi enn so at siga øll væntaðu (Mynd: EPA)

Alt broyttist tó eftir 12. juni 1994, tá fyrrverandi kona hansara Nicole Brown Simpson og Ronald Goldman vórðu myrd í Los Angeles. Skjótt kom illgruni um O.J. Simpson, sum hevði framt harðskap móti Nicole Brown Simpson áður, og eftir eina minniliga og seina biljagstran við ovurhondsstórum miðlaáhuga yvirgav hann seg til løgregluna.

At skriva alt um rættarmálið hevði tikið fleiri dagar. Tað varð kent sum "Aldarinnar rættarmál" í USA (Trial of the Century). Talan var helst mest kenda amerikanaran, sum er ákærdur fyri morð. Stórir sakførarar og verjar, sjónvarp á alla tíðina og øll høvdu meiningar um málið. Tað fór eisini at snúgva seg um nógv annað enn morðini, og hvørt Simpson gjørdi tað ella ikki - serliga snúði tað seg um rasu, og tað partvíst kloyvdi Los Angeles og USA.

Tað endaði við, at O.J Simpson varð fríkendur 3. oktober - júst 13 ár seinni varð hann dømdur fyri millum annað vápnað innbrot í Las Vegas. Tá vildi tá 61-ára gamli maðurin hava virðismiklar minnislutir aftur. Hesar misti Simpson tá hann skuldi av við nógva ogn, eftir at hann hevði tapt borgarliga sakarmálið, sum familjan hjá Ronald Goldman hevði vunnið í nítiárinum.

Hetta hevur ikki fongsulsrevsing við sær, men endurgjald fyri ábyrgd - eftir hendingina í Las Vegas sat O.J Simpson inni í 11 ár. Seinastu árini hevur hann verið heilt fríur og framvegis fingið heilt fitt av uppmerksemi, og nógv hevur verið frammi um søgu hansara - millum annað kann Oscar-heimildarfilmurin hjá Ezra Edelman "O.J: Made in America" nevnast.

Fyri stuttum varð kunngjørt at Orenthal James Simpson hevði prostatakrabba, og nú orkaði hann ikki at stríðast meira.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

30 Leygardagur 13. apríl 2024

Søguligur dómur í Sveits um mannarættindi og veðurlagsbroytingar

Týsdagin gav  Evropeiski Mannarættindadómstólurin saksøkjarum viðhald í, at avleiðingar av veðurlagsbroytingum eru  brot á mannarættindi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er fyrsti dómurin av sínum slag í heiminum yvirhøvur. Dómurin hevur longu fingið afturljóð í nógvum londum, sum nú kunnu vænta, at sakarmál kring útlát og veðurlagsbroytingar kunnu verða ávirkað av dóminum í Strasburg.

Til ber ikki at kæra dómar, sum eru sagdir í Evropeiska Mannarættindadómstólinum. Teir eru bindandi fyri umleið 46 lond í Evropa, ið hava samtykt at fylgja dómum hjá dómstólinum.

[object Object]

Tað vóru eldri kvinnur í Sveits, sum settu fram ákærurnar móti statinum í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, tí hesar gera seg inn á heilsuna og lívið hjá serstakliga eldri fólki.

Dómsavgerðin merkir, at ein tjóð kann vera við til at bróta mannarættindini við at gera ov lítið fyri at stegða veðurlagsbroytingunum.

Tað er felagið “Verein KlimaSeniorinnen Schweiz”, sum hevur lagt sakina fyri dómstólin. Grundgevingin var, at eldri kvinnur í Sveits eru meira útsettar enn aðrir borgarar at doyggja undir hitabylgjum.

Dómstólurin avgjørdi eisini at vísa aftur tvær líknandi sakir, ein frá ungdómum í Portugal og ein frá fronskum borgarstjóra.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

31 Leygardagur 13. apríl 2024

“Ane Mærsk” á jomfrúferð við metanoli sum brennievni

Í hesum døgum er tað fyrsta av 18 bingjuskipum, sum Mærsk hevur bílagt í Kina, á jomfrúferð og brúkar grønt metanol sum brennievni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ane Mærsk er tað fyrsta av 18 stórum bingjuskipum, sum danska reiðaríið hevur bílagt í Kina, og sum hevur møguleikan at brúka bæði diesel og grønt metanol sum drívmegi. Tó er enn óvist, hvat slag av brennievni skipið fer at brúka restina av árinum.

Skipið er 350 metrar langt og er 53,5 metrar breitt. Tað siglir við 21 míla ferð og kann hýsa bingjum við tilsamans 16.592 TEU skrivar Søført. 

[object Object]

Skipið er annað skipið í Mærsk flotanum, sum hevur maskinu, ið gevur møguleika fyri at bunkra við metanol. Fyrsta skipið var eitt minni bingjuskip, ið varð latið reiðaríinum í fjør. Tað siglir millum havnir í Evropa.

Tey 18 nýggju skipini eru øll av tí stóra slagnum, ið kemur at røkja rutuna millum Evropa og Asia. Tey verða latin Mærsk í 2024 og 2025. 

Keldur: Søfart og Mærsk

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

32 Leygardagur 13. apríl 2024

Enn eitt endaspæl á skránni í ár

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu síðst í novemeber og desember spæla EM-endaspæl í Eysturríki, Sveis og Ungarn - neyðugt var at bíða eina løtu eftir síðsta bríksl í tapinum í Hafnafirði

Turið Arge Samuelsen og Pernille Brandenborg stórfegnast nakað eftir seinasta bríksl, har tann fyrsta kenslan var vónbrot (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Myndin líktist nógv henni frá Bregenz í Eysturríki í apríl í fjør: Føroysku spælararnir vistu ikki heilt, um teir vóru keyptir ella seldir eftir seinasta bríksl.

Áskoðarar og miðlar hugdu eftir telefonini, og hóast tað ikki hevði sæð gott út, tá hálvleikur var kring Evropa, so varð tað eftir seinasta bríks við Ásvellir rímiliga skjótt greitt, at Føroyar skuldu til EM.

Hetta útloysti ein stóran føroyskan fagna, íseldskan samfagnað og nógvar kenslur.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Føroysku umboðini vóru í gleðini sasmtundis greið: Dagins avrik móti Íslandi var ikki nóg gott - serliga ikki í álopsspælinum. Tað eru ting, sum skulu betrast fram ímóti endaspælinum og næstu árini.

Tvey fýra-máls tap vóru í vikuni. Tað móti Svøríki er lættari at svøgja, har føroyska avrikið sum heild var flott.

Tað skal tó meira til framyvir fyri at flyta føroyska liðið uppaftur longri. Føroyar gjørdust nummar 20 í undankappingini - júst 20 lond komu víðari í undankappingini. Samanlagt vera 24 lond við í endaspælinum í vetur.

Undankappingin til EM-endaspælið 2024
Sunnudagin 07. apríl - 6. og síðsta umfar
Ísland - Føroyar 24-20 (8-12)

Føroyskur toppskjútti: Jana Mittún, 8 mál

Støðan eftir 6 umfør 
1. Svøríki 10 stig 
2. Ísland 8 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Trý'ara rokniskapurin:

[object Object]

Sí eisini samrøðurnar á Roysni, sum vórðu gjørdar eftir dystin:








[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

33 Leygardagur 13. apríl 2024

Jana varð aftur toppskjútti við átta málum

Viborg-bakkurin vísti vegin í álopsspælinum hjá Føroyum, ið annars var merkt av hakkutum spæli, tekniskum villum og brendum skotum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undankappingin til EM-endaspælið 2024
Sunnudagin 07. apríl - 6. og síðsta
 umfar
Ísland - Føroyar 24-20 (8-12)

Støðan eftir 6.umfar 
1. Svøríki 10 stig 
2. Ísland 8 stig
3. Føroyar 4 stig *
4. Luksemborg 0 stig

* Við sum ein av bestu trý'arunum

[object Object]
Jana Mittun fegnst saman við syni Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra, og liðfeløgum. Hon gjørdist greiður føroyskur toppskjútti í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskir málskjúttar: 
Jana Mittún 8
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 (2)
Pernille Brandenborg 2 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2 (1)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Turið Arge Samuelsen 1

Skoteffektivitetur: 20/38 = 53 prosent

Bjargingar:
Rakul Wardum 8/19 = 42 prosent
Annika Fríðheim Petersen 4/14 = 28 prosent

Teknisk mistøk:14

Útvísingar
Ísland: 1
Føroyar: 3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

34 Leygardagur 13. apríl 2024

EM-lutakastið verður hósdagin

18. apríl verður greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar vera í bólki við í vetur, og um spælast skal í Eysturríki, Sveis ella Ungarn. Føroyar eru í niðasta styrkisbólki

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í november og fyrst í desember fær føroyska kvinnulandsliðið møguleikan at royna seg á stóra pallinum - at spæla slíkar dystir sum kann flyta unga liðið. EM 2024 er ikki nøkur endastøð. Avrikið móti Svøríki farna mikukvøld vísti týðiliga, at man hevur flutt seg - avrikið í Hafnafirði sunnudagin vísti, at man skal flyta.

Tað vita og vilja tær føroysku kvinnurnar eisini. Nú tá armanir eru komnir niður, skulu tær í nógvar mánaðir hugsavna seg um at vera til reiðar til størstu uppgávuna higartil.

Eysturríki, Sveis og Ungarn eru vertstjóðir. So er bara spurningurin, hvørjum landið okkara enda í, og hvønn bólk talan verður um. Innleiðandi dystirnir verða spældir í Debrecen í Ungarn, Basel í Sveis og Innsbruck í Eysturríki. Høvuðsumfarið og finalurnar verða spældar í Wien í Eysturríki.

Føroyar vóru ein av ovaru trý'arunum í undankappingini, og vera í tí niðasta av teimum fýra styrkisbólkunum. Seks lið eru í hvørjum slíkum - 24 lið tilsamans eru til endaspælið.

Tað er allarhelst greitt, at tað verður ógvuliga tungt at takast við lið úr potti eitt og partvíst eisini potti 2. Úr potti 3 eru tó helst lið, sum Føroyar hava ein rímiliga góðan møguleika at spæla upp við. 

Mánadagin var greitt, hvussu londini eru styrkismett til lutakastið:

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki og Niðurlond

Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki

Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Poland, Serbia, Norðurmakedonia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

35 Leygardagur 13. apríl 2024

KÍF knústi VÍF í fyrstu hálvfinaluni

Í hinari hálvfinaluni gjørdu H71 og Torstein Sivertsen bart móti Kyndli

Bárður Dam spældi ógvuliga væl á høgra vongi og skoraði seks mál. Kollfirðingar vóru effektivur í álopinum og stinnur í vejrupartinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

VÍF hevur verið FM-favorittur alt árið. Liðið vann eisini grundspælið, og fór inn til hálvfinaluuppgerðina móti KÍF sum stórfavorittur. KÍF endaði á 5. plássi í grundspælinum, og vestmenningar fingu beint yvir tvífalt so nógv stig sum kollfirðingar. 

Alt hetta kann onkursvegna verða líkamikið, tá endaspælið byrjar, og tá talan er um grannar. KÍF - VÍF er ofta nakað serligt, og tað var ein øðilig leikferð, sum dysturin byrjaði í. Álopini koyrdu á, og eftir 7 minuttir var 6-6. Serliga vóru tað lámu skjúttarnir - Rasmus Søby og Hallur Árason - ið gingu á odda fyrstu løtuna.

Í fleiri førum í 1. hálvleiki skoraði KÍF, har VÍF so gav bóltin ógvuliga skjótt upp og svaraði aftur nøkur sekund seinni. Eina løtu lá tað meira til favorittarnar í bláum og gulum, men so kom verjan hjá KÍF av álvara í gongd. Broddurin varð tikin av spælinum hjá VÍF seinastu minuttirnar fyri stegðin, og Milenko bjargaði fleiri skotum.

Kollfirðingar skoraðu fimm tey seinastu málini fyri steðgin. 17-13 meðan liðini hvíldu seg, og VÍF kom ongantíð veruliga inn í dystin í 2. hálvleiki. Bert trý mál fyrstu 12 minuttirnar, og so var farið. Tony Hammer Weyhe, Tóki Friðriksson, Eyðbjørn Heini Danielsen og hinir stóðu ógvuliga væl í vejruni - sum ein reyður múrur ið lívligu áskoðarnir eisini eru.

Í álopinum gjørdu serliga Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson, umframt toppskjúttin Søby, um seg. Seinastu langu løtuna var greitt, at KÍF fór at taka fyrsta hálvfinalusigurin, og liðini skiftu fitt út. Munurin var at enda níggju mál.

Flottur sigur hjá KÍF, sum hevur havt eitt misjavnt kappingarár við millum annað nógvum skaðum. Tað glapp akkurat í steypahálvfinalunum, men er liðið hjá Agnari Joensen og Niklasi Selvig nærri at koppa VÍF. Ein sigur sunnudagin í Vestmanna sendir KÍF í FM-finalurnar - tað er best av trimum.

Vestmenningar skulu sláa kalt vatn í blóðið og verða til reiðar at svara aftur. Teir hava meira í sær, enn víst varð hóskvøldið. Mladen kom ongantíð veruliga í gongd í málinum, Dánjal Ragnarsson, Filip Jojic og aðrir heldur ikki í álopinum - Filip skoraði bert uppá síni brotskøst - og úttrykkið hjá KÍF var nógv sterkar enn tað hjá VÍF.

Fyrru hálvfinalurnar í Burn-deildini
Høllin í Kollafirði, 11. apríl
KÍF - VÍF 33-24 (17-13)

Toppskjúttar:
Rasmus Søby 8 mál, Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál, Hallur Árason 5 mál

[object Object]
19-ára gamli Torstein Sivertsen gjørdi bart í fyrstu hálvfinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

H71 og Torstein gjørdu bart í fyrstu hálvfinaluni

Fyrsta hálvfinalan hjá monnum varð spæld í Høllini á Hálsi mikukvøldið, har Kyndil tók ímóti H71. Liðini endaðu á ávíkavist 3. og 2. plássi í grundspælinum, og høvdu spælt tríggjar tættar dystir har. 

Hóast Kyndil var betri fyrstu minuttirnar, so gjørdist skjótt greitt, at hetta fór at verða tungt hjá teimum grønu. Orsøkin var vælskipaða H71-verjan og málverjin Torstein Sivertsen, ið partvíst tóku pippið frá stórskjúttanum William Skovsager og hinum.

Tað varð 5-3, tá beint undir sjey minuttir vóru spældir, men síðani gingu 10 minutir, til Kyndil aftur skoraði. Tá hevði H71 skorað seks mál afturat. Heimaliðið fekk bert trý mál teir seinastu 23 minuttirnar av 1. hávleiki, og leiðslan hjá H71 var í steðginum níggju mál.

Hetta var ov nógv at innheintað, og dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi, hóast álopsspælið hjá Kyndli kom væl betri í gongd so líðandi. Tað var effektivt hjá H71, har fleiri fyrrverandi U21-landsliðsspælarar gingu á odda í álopinum.

Dagsins maður má tó vera Torstein Sivertsen, sum sambært teljingini hjá trok.fo hevði heilar 17 bjargingar - summar hjá 19-ára gamla málverjanum vóru heilt stórar.

26-31 og harvið stórur fyrimunur til H71 undan hálvfinalu nummar tvey sunnukvøldið.

Fyrsta hálvfinalan í Burn-deildini
Høllin á Hálsi, 10. apríl
Kyndil - H71 26-31 (8-16)

Hálvfinalur nummar tvey
Í morgin, sunnudagin 14. apríl

Kl. 16: VÍF - KÍF (0-1)
Kl. 19: H71 - Kyndil (1-0)

Spælt verður best av trimum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

36 Leygardagur 13. apríl 2024

Kyndil og KÍF eru í hálvfinalunum

Bastu ávíkavist StÍF og Neistan á Hálsi sunnudagin. Hálvfinalurnar í Burn-deildini eita harvið VÍF-KÍF og H71-Kyndil

Neistin fekk ikki forða kollfirðingum í at taka hálvfinaluplássið í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tær báðar fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini vórðu spældar sunnudagin í Høllini á Hálsi.

Tann fyrra var millum Kyndil og StÍF. Talan var um ein javnan dyst, men har Kyndil størsta partin av tíðini hevði yvirtakið. StÍF hevði møguleikan at javna, tá eini tjúgu sekund vóru eftir.

StÍF fekk brotskast, men skotið hjá Pæturi Barclay rakti tvørtrøðið. Ístaðin fór Kyndil fram og avgjørdi við málinum til 31-29. Danin William Skovsager var stóri maðurin. Danski bakkurin hjá Kyndli skoraði 15 mál.

Í hinari fjórðingsfinaluni var KÍF omaná allan vegin móti Neistan, og vann at enda við fimm málum. Harvið fekk KÍF partvíst lønt Neistanum hálvfinaluósigurin í steypakappingini aftur.

Í hálvfinalunum, har spælt verður best av trimum, skulu kollfirðingar spæla móti steypavinnarunum og FM-favorittunum úr Vestmanna. Kyndil skal royna at knógva føroyameistarunum, H71.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

37 Leygardagur 13. apríl 2024

- Fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt

Gunnar Vatnhamar skoraði framman fyri fleiri føroyingum í 1. umfari í íslendsku kappingini. 29-ára gamli leirvíkingurin sigur, at fleiri ár í Íslandi eru í huganum

Ein bóltur kemur so beint til føturnar á mær. Eri kanska nakað langt frammi, ið mun til hvat eg eigi, men so er bara at plaserað bóltin trygt í kassan (Mynd: fotbolti.net)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Tað er fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt. Havi stríðst við skaðar undan kappingarbyrjan, og so er tað deiligt at beinanvegin vísa, at man kann hjálpa til á liðnum - tað er eisini uppaftur stuttligari at skora, tá man kennir fleiri føroyingar, ið eru og hyggja.

Tað var sjálvandi ein fegin Gunnar Vatnhamar, ið Portalurin fekk orð á "við Víkina" í Reykjavík. Gunnar skoraði leygardagin fyrsta málið í bestu íslendsku deildini 2024, tá hann og Víkingur Reykjavík tóku ímóti Stjarnuni. Sterki verjuspælarin og liðfelagarnir vunnu 2-0, og Gunnar varð valdur til dagsins spælara.

Fleiri føroyingar vóru millum tey yvir 1.100 fólkini hetta vakra kalda apríl kvøldið í íslendska høvuðsstaðnum - har ímillum fleiri "føroyskir víkingar" - og tað var fantastiskt at skora frammanfyri teimum og heilsa uppá aftaná, staðfestir føroyski landsliðsspælarin. Men hvussu kom so hetta málið?

- Vit byggja væl upp í vinstru síðu. Ein góður bóltur kemur innfyri og dettur so nakað niður til mín. Vit hava ein slíkan struktur, har eg í nøkrum førum skal taka "næstu bóltarnir", sum detta uttan fyri brotsteigin. Ein kemur so beint til føturnar á mær. Eri kanska nakað langt frammi, ið mun til hvat eg eigi, men so er bara at plaserað bóltin trygt í kassan - kanska eitt sindur við ristini sigur Gunnar Vatnhamar flennandi.

- Eg hevði ein uppaftur størri møguleika beint aftaná við høvinum, sum eg burdi skorað uppá, so tíbetur skori eg har: Eitt mál, vinna og so spari eg bara "hitt málið" til eina aðru ferð.

[object Object]
Gunnar Vatnhamar fekk fatur á bóltinum við brotsteigarmarkið og tók av - fyrsti málskjútti í deildini í 2024 var 29-ára gamli føroyingurin (Mynd: fotbolti.net)

Skulu longur í Evropa - stórtrívist og hugsar um nýggjan sáttmála

Tá vit tosaðu við fryntliga føroyingin í felagshúsinum hjá Víkingi kom hann eisini inn á málini hjá felagnum í 2024 og sína framtíð í Íslandi.

Víkingur Reykjavík vann greipuna í fjør, og Gunnar Vatnhamar varð "óalment" skýrdur ársins keyp í íslendskum fótbólti, eftir at hann kom frá føroyska Víkingi. Tað er harvið toført at gera tað betri, men føroyski landsliðsspælarin vísur á, at teir fara eftir øllum aftur, og at tað skal gerast betur í Evropa.

- Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita, hvussu langt tað røkkur. Og so hava vit sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa. Í fjør kiksaðu vit móti Riga beinanvegin. Vit halda, at vit kunnu meira enn 1. umfar í Evropa, 

Víkingur Reykjavík byrjar í Champions League í summar.

Gunnar Vatnhamar skrivaði undir ein tvey-ára sáttmála, tá hann kom til Reykjavíkar í fjør. 29-ára gamli leirvíkingurin dylur ikki fyri, at hann og familjan hava tað ordlga gott í íslendska høvuðsstaðnum, og at tað er góður møguleiki fyri, at hann verður í felagnum longri enn 2024 afturat. Tó er Gunnar opin fyri øllum.

- Eg royni bara at gera mítt besta, og vónandi sær felagið, at tað er gott nokk. Men sjálvandi um okkurt meira spennandi kemur, so kann man altíð hugsa um tað. Tað er tó heilt víst, at familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

38 Leygardagur 13. apríl 2024

- Koppaði ikki okkara veg á Kreta

Eitt brotsspark skilti partarnar, tá føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið tapti 1-0 fyri Grikkalandi. Signe Pries Andersen er sum heild væl nøgd við avrikið

Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna, sigur Signe Pries Andersen (Mynd: Maria Vergeti / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg eri sum heild væl nøgd við stórar partar av dystinum. Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.

Hetta sigur Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum farna fríggjakvøld spældi fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025.

Tað kundi verið eitt heilt flott føroyskt fríggjakvøldið á Kreta. Føroyar hildu Grikkalandi frá stórum møguleikum stóran part av dystinum, men úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimakvinnurnar. Einasta málið í dystinum skoraði Veatriki Sarri við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Føroyar høvdu onkran møguleika áðrenn: 

– Vit høvdu møguleikan at leggja okkum á odda, tá Ásla (Ásla Johannesen, skriv.) royndi seg við góðum skoti, sum brast í stongina. Men tað koppaði tíverri ikki okkara veg í dag, sigur Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]Heidi Sevdal og hinari stríddust væl (Mynd: Maria Vergeti / FSF)

Fysturin fríggjakvøldið móti Grikkalandi var annars altjóða skrásetti dystur nummar 100 hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

1. umfar í EM-undankappingini
Grikkaland - Føroyar 1-0 (0-0)
55’ Veatriki Sarri 1-0 (br.)

Føroyar (3-4-3): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Tórolvsdóttir (83' Lea Lisberg), Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen (83' Sanna Svarvadal) og Ásla Johannesen - Heidi Sevdal (59' Fridrikka Klemmentsen), Rebekka Benbakoura (59' Malena Olsen) og Eyðvør Klakstein.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2024

39 Leygardagur 13. apríl 2024

Endaði við greiðum tapi í Montenegro

Sunniva Willemoes skoraði framúrskarandi mál í 10. minutti og legði Føroyar á odda. Í steðginum var tó 2-1 til Montenegro, og Føroyar høvdu lítið at bjóða uppá eftir steðgin. Tað endaði 5-1

Føroyar byrjaðu betri, og kundu stórfegnast um 1-0 eftir bert níggju mintturi (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar taptu 1. desember í fjør heili 9-0 í Montenegro. Í EM-undankappngardysti har týsdagin byrjaðu føroysku kvinnurnar frálíka væl, men tað skrædnaði tíverri nakað út á dystin.

Føroyar vunnu nakrar ferðir bóltin høgt, og í 10. minutti endaði bólturin hjá Sunnivu Willemoes. HB-miðvallarin skoraði einasta málið hjá Føroyum í Nations League í fjør, og úr umleið 25 metrum í Montenegro smekkaði Sunniva bóltin heilt upp í málhornið.

Málið hjá Sunnivu Willemoes kan síggjast her

Frálíkt mál, og Føroyar hóttu nakrar ferðir afturat í; millum annað við Eyðvør Klakstein, sum hevði naska skotroynd.

Montenegro hevði tó bara eitt stig ella tvey hægri og var á odda 2-1 í steðginum; verjuspælið hjá Føroyum sat ikki heilt í teimum førinum.

Eftir steðgin høvdu Føroyar lítið at bjóða uppá frameftir, og tað snúði seg mest um at verja.

Tað endaði 5-1, ið er eitt mál ella tvey ov nógv, í mun til dystargongdina annars. Tvey mál komu heilt seint í dystinum. Tað eru batar at síggja í fleiri pørtum hjá Føroyum, men fleiri mál vóru "heldur løtt".

Føroyar hava null stig fyri tveir dystir. 31. mai taka okkara ímóti Andorra, ið er lægst styrkismetta liðið í bólkinum.

EM undankapping - bólkur C3
2. umfar, týsdagin 09. apríl
Montenegro - Føroyar 5-1 (2-1)
10' 0-1 Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Eyðvør Klakstein) 
17' 1-1 Masa Tomasevic
41' 2-1 Armisa Kuc
58' 3-1 Armisa Kuc
84' 4-1 Jasna Ðokovic
90+' 5-1 Medina Desic 

Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (55' Sanna Svarvadal), Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland (46' Tórunn Højgaard Joensen) og Ásla Johannesen (L) - Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal (46' Fridrikka Clementsen) - Malena Olsen (55' Mona Rasmusdóttir)

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Montenegro 6 stig (+9)
2. Grikkaland 6 stig (+4)
3. Føroyar 0 stig (-5)
4. Andorra 0 stig (-8)

3. umfar, 31. mai:
Føroyar - Andorra
Grikkaland - Montenegro

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2024

40 Leygardagur 13. apríl 2024

U19: Føroyar flyta upp í deild A

Við fýra stigum gjørdust Føroyar besti 2’arin í deild B í EM-undankappingini. Harvið gjørdu U19-kvinnurnar U17-kvinnunum kynstrið eftir, og Føroyar vera millum tey fremstu í heyst

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ungdómslandsliðini á kvinnusíðuni hava higartil í ár staðið seg rættiliga væl. U17-genturnar taptu gamaní fyrsta dystin í EM-undankappingini á heimavølli í síðsta mánaði (1-2 fyri Litava), men síðani hevur bert gingið ein vegin.

Við fyrst at spæla javnleik 1-1 móti Turkalandi og síðani at vinna 3-1 á Armenia, eydnaðist tað føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa 4 stig í EM-undankappingarbólkinum í Turkalandi.

- Og nú allir bólkarnir í deild B í undankappingini eru taldir upp, er greitt, at Føroyar gerast besti 2’ari í kappingini samanlagt. Hetta hevur við sær, at Føroyar flyta upp, og skulu spæla í deild A í næstu EM-undankapping, sum verður í heyst

Í undankappingum hja ungdómsliðunum er tað nú á tann hátt, at liðini eru í deildum eftir styrki og úrslitum. So at siga bert lið úr deild á A kunnu spæla seg til endaspølini. Vegna góðu úrslitini í Turkalandi skulu Føroyar spæla millum tey stóru í heyst, tá næsta umfar er.

[object Object]Føroyski hópurin í Turkalandi (Mynd: FSF)

[object Object]Pætur Smith Clementsen hevur verið venjari hjá U19-gentunum seinastu árini. Til næstu kapping verður tað Sigtór Petersen (Mynd: FSF)

Eisini U17-genturnar verða at finna í deild A seinni í ár. Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna bólkin í Føroyum í mars. Sigrar á Georgia og Rumenia (2-0 og 3-1) sendu Føroyar víðari. Harvið kan tað væl og virðiliga staðfestast, at føroyskur ungdómslandsliðsfótbóltur hjá kvinnum er í ávísum blóma.

[object Object]Stórur fagnaður á U17-gentunum á Tórsvølli 23. apríl, tá flotti sigurin á Rumenia og samlaði bólkasigurin kom í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2024

41 Leygardagur 13. apríl 2024

Søguligur føroyskur sigur í Noregi

Sunnudagin vann liðið hjá Mikkjali Thomasen á útivølli í Bergen

Liðið hjá Mikkjali Thomassen helt málið reint, og Stian Molde skoraði tvær ferðir. Eingin føroyingur hevði leiklut á vøllinum hesaferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fredrikstad flutti í fjør upp úr næstbestu norsku deildini, og sunnudagin 7. apríl, vann søguríka felagið sín fyrsta sigur í Eliteseriuni í 12 ár.

Tað var í 2012, at Frederikstad seinast var í fremstu norsku deildini. Nú er Mikkjal Thomassen venjari sum fyrsti føroyski høvuðsvenjari í einari fremstu deild í Skandinavia.

Mikkjal og hansara menn taptu 2-0 í heimadystinum fyri Bodø/Glimt í 1. umfari, men í øðrum umfari vann Frederikstad 2-0. Hetta var á útivølli móti Brann. 

Við føroyskum eygum er tað eitt pluss, at tað var ein 48-ára gamal føroyskur venjari, ið stóð á odda. Føroysku landsliðsspælararnir spældu tó ikki nakran leiklut.

Brandur Hendriksson Olsen sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, meðan Jóannes Bjartalíð ikki var í hópinum vegna skaða.

Tað var vongbakkurin Stian Stray Molde, sum skoraði bæði málini fyri Fredrikstad í Bergen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

42 Leygardagur 13. apríl 2024

Meinhard spældi fyrsta kappingardystin í ellivu mánaðir

26-ára gamli føroyski vongurin er nú komin fyri seg eftir drúgva krossbandsskaðan. Meinhard Egilsson Olsen spældi tjúgu minuttir fyri Mjøndalen farna vikuskiftið

Savnsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í mai 2023 var Meinhard Egilsson Olsen fyri dyggum smeiti. Eftir eitt skump í einum nærdysti lendi hann illa, og skjótt var greitt, at krossbandið í øðrum knænum var farið.

Hetta er ein av tyngstu ítróttarskaðunum, og vanliga eru millum 9 og 12 mánaðir frá hendingini, til ein spælari aftur kann spæla í kappingardysti.

Hjá Meinhardi gjørdist talan um næstan júst 11 mánaðir. Í viðtalu við Portalin í februar, segði hann seg vóna, at hann fór at vera heilt tøkur fyrst í apríl, tá kappingngarnar í Noreg byrjaðu aftur.

[object Object]
Eftir nærdystin í dysti hjá Mjøndalen fyrst í mai í fjør. Skjótt stóð greitt at eitt krossband var farið

Meinhard var ikki í dystarhópinum hjá Mjøndalen í 1. umfari 1. apríl, men sunnudagin 7. apríl var hann á bonkinum og kom inn, tá tjúgu minuttir vóru eftir.

Tá var støðan 3-1 til Sogndal, og soleiðis endaði tað eisini. Dystartíðin er tó eitt slag av sigri fyri Meinhard Egilsson Olsen. Vongurin, sum fyti 27 ár í vikuni, er aftur á vøllinum og skal brúka næstu tíðina til at koma heilt fyri seg.

Í stuttari viðmerking sigur Meinhard, at hann kennir seg at vera væl fyri, og hevur ikki merkt nakað til knæðið seinastu tíðini; ei heldur hevur nakar fylgiskaði víst seg. Tað ganga helst nakrar vikur, til hann er í toppformi.

Meinhard var fastur partur av A-landsliðnum fram til, tá álvarsami skaðin kom. Tað eru helst rímiliga góð sannlíkindi fyri, at hann verður við til Baltic Cup-dystirnar hjá Føroyum fyrst í juni.

Í Íslandi er Patrik Johannesen eisini komin fyri seg. Hann sat á bonkinum uttan at koma inn, tá Breiðablik vann 2-0 í 1. umfari í íslendsku kappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2024

43 Leygardagur 13. apríl 2024

Nú er B36 eisini samstarvsfelag hjá FCK

- FCK kann koma við stórari fakligari vitan um teir yngstu barnaárgangirnar, har vit gjarna vilja menna okkum allatíðina, sigur Lasse Egelund úr B36

Mynd: B36/fck.dk
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í januar var tað AB, og nú er aftur eitt føroyskt felag kunngjørt sum samstarvsfelag hjá danska fótbóltselagnum FC København.

Talan er um B36, ið serliga vil nýta samstarvið við danska stórfelagið til at flyta barnafótbóltin í felagnum:

- Vit hava valt hetta samstarvið, tí FCK kann koma við stórari fakligari vitan um teir yngstu barnaárgangirnar, har vit gjarna vilja menna okkum allatíðina og "byggja uppá".

Hetta sigur Lasse Egelund, ið hevur høvuðsábyrgdina av barnafótbóltinum í B36, við fck.dk. 

Hann leggur afturat, at B36 gjarna vil hava amboð, ið kunnu nýtast á vøllinum, umframt nógva spenning. Venjingarumhvørvi í B36 skal vera gott og sunt, og her kann FCK hjálpa, metir man.

Anders Hall Toft, ið stendur á odda fyri samstarvinum við feløg hjá FCK, fegnast um samstarvið. Hetta verður nakað øðrvísi enn við feløgini í Danmark, men tað fer at sambinda fótbóltin í ymiskum londum, og FCK vil gjarna geva vitan, royndir og styrki víðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

44 Leygardagur 13. apríl 2024

TB tapti tepurt fyri oddaliðnum Drátti

Føroya Tele-deildin, kvinnur: TB – Dráttur 2-3 (24-26, 23-25, 25-22, 27-25, 9-15)

(Mynd: Dráttur)
SkrivaÐ:

Innsent

TB, sum undan hesum dystinum hevði fingið stig í seinastu fýra dystunum, vísti aftur vøddar sunnudagin ímóti oddaliðnum Drátti, sum tó at enda vann spennandi fimmsettaran.

TB hevði settbólt í fyrsta settinum, men Dráttur tók leikbrá, og vann tríggjar teir næstu bóltarnar og settið 26-24. Í øðrum setti hevði Dráttur greiða yvirvág og var á odda 20-15, men TB kom afturíaftur og minkaði um munin til 23-24, men við seinna settbóltinum eydnaðist Drátti at vinna 25-23.

TB hevði fimm settbóltar í triðja setti, og við tí fjórða eydnaðist loksins at vinna settið 25-22, eftir at venjarin, Arthur D. Poulsen, hevði tikið leikbrá fyri at steðga stimanum hjá Drátti, sum nærkaðist alsamt.

Á odda 20-14 og 21-16 var líka við at TB lorkaði sær settið av hondum, tí Dráttur javnaði til 21-21 og legði seg á odda 22-21 og fekk eisini settbólt við støðuna 24-23, men TB yvirlivdi og vann settið 27-25.

Í javnbrótaranum fekk Dráttur tíðliga yvirtakið. TB legði seg á odda 3-2, men so vann Dráttur sjey av teimum næstu átta stigunum, og fór framum 9-4. Tann munurin helt sær restina av settinum, sum Dráttur vann 15-9.

Fyri Drátt hevur úrslitið í sær sjálvum ikki tann stóra týdningin, tí liðið hevur langt síðani vunnið sær sæti í FM-finalunum, har liðið hevur heimavøll i fyrru finaluni, tí tað liggur nr. 1 á stigatalvuni - og kann ikki takast.

Við bara einum stigi fyri dystin fór teoretiski møguleikin hjá TB at røkka finalunum, men tað hevði kravt at bæði Fleyr og SÍ taptu allar sínar dystir, sum eru eftir. TB liggur sum nú er á tryggum fjórðaplássi, trý stig frammanfyri Mjølnir, sum hevur truplar dystir eftir; harímillum tveir ímóti SÍ, sum jagstrar finalupláss.

KÍF – Ternan 3-0 (25-11, 25-18, 25-23)
Kollfirðingar vunnu lættliga á Ternuni sunnudagin, og tey trý stigini merkja, at KÍF nú hevur fínan møguleika at taka Mjølnir á 5. plássinum aftur. Júst tey bæði møtast í Klaksvík sunnudagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

45 Leygardagur 13. apríl 2024

SÍ á finaluplássi eftir hvøkk frá Mjølni

Sørvágskvinnur tóku finaluplássið frá Fleyr, nú bert tvey umfør eru eftir at leika

SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
SÍ-Mjølnir 3-1 (28-30, 25-17, 25-17, 25-21)

Við 3-1 sigri á Mjølni lyfti SÍ seg eitt stig upp um Fleyr, sum frammanundan lá á øðrum plássi, og harvið er tað, sum støðan er nú, SÍ sum skal møta Drátti í FM-finalunum.

Men SÍ fekk ein rættiligan hvøkk mánakvøldið, tá Mjølnir vann fyrsta settið og eisini hótti í fjórða.

Mjølnir fekk eina flúgvandi byrjan upp á fyrsta sett, og legði seg á odda 6-1 og 10-6, áðrenn SÍ javnaði til 11-11. Síðan skiftust liðini um at at vera á odda, og ikki fyrr enn við sínum fjórða settbólti eydnaðist loksins Mjølni at vinna settið 30-28. Tá hevði SÍ havt tveir settbóltar.

Men í øðrum setti vísti heimaliðið, hví tað hóast alt er tað, sum liggur á finaluplássinum. Skjótt gjørdist munurin bæði fimm og tíggju, og endaði á átta: 25-17. Hetta gjørdist eisini munurin í triðja setti, har Mjølnir annars hevði lagt seg á odda 5-0, men alt fór fyri mutur og skutur, tá SÍ vann 11 tey næstu stigini og legði seg á odda 11-5!

Fjórða sett var leingi javnt og klaksvíkskvinnur fylgdu við heilt til 20-19 til SÍ, tá sørvingar vunnu avgerandi stigini og settið 25-21.

Hetta vikuskiftið verður rættiliga avgerandi fyri, hvør av teimum báðum, SÍ og Fleyr, kemur í finaluna.

Í gjárkvøldi skuldi SÍ spæla móti TB í Trongisvági. Dregur SÍ svart í Trongisvági, so eru dyrnar gloppaðar fyri Fleyr, sum í dag skal spæla ímóti Drátti á Giljanesi.

Nr. 1 og 2 leika tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður leikt á heimavøllinum hjá liðnum sum er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður leikt í hølli á Hálsi leygardagin 27. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna.  

Støðan í Føroya-teledildini fyri kvinnur er nú tann, at Dráttur hevur 42 stig, SÍ 32, Fleyr 31, TB 22, Mjølnir 19, KÍF 18 og Ternan hevur 1 stig. TB og Ternan fyri 15 dystir – hini liðini hava leikt 16 dystir.

Írestandi dystirnir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Fríggjadagin 12. apríl: TB – SÍ
Leygardagin 13. apríl kl. 13: Dráttur – Fleyr á Giljanesi

Sunnudagin 14. apríl kl. 13: Mjølnir – KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík
Sunnudagin 14. apríl kl. 14.30: TB – Ternan í Trongisvági

Mikudagin 17. apríl 19: Dráttur – Ternan á Giljanesi

Leygardagin 20. apríl kl. 13: KÍF – TB í Kollafirði
Leygardagin 20. apríl kl. 15: Mjølnir - SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík
Leygardagin 20. apríl kl. 16:: Ternan - Fleyr í skúlanum á Toftum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2024

46 Leygardagur 13. apríl 2024

SÍ í FM-finalunum eftir sigur á Mjølni

ÍF hevur gott tak á bronsuni eftir sigur á Fleyr

SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 22-25, 25-19, 25-18)

Leingi hevur tað verið greitt, at SÍ fór at møta Mjølni í FM-finalunum, men ikki fyrr enn mánakvøldið varð tað formliga staðfest, eftir at SÍ hevði vunnið 3-1 á oddaliðnum Mjølni.

Mjølnir vann annað sett, eftir at hava vunnið avgerandi bóltarnar frá 22-22, men annars var SÍ at kalla einaráðandi og vann lættliga hini trý settini.

Tey trý stigini til SÍ merkja, at nú kann SÍ eisini taka fyrstaplássið frá Mjølni, og harvið fáa heimavallarfyrimunin í fyrru FM-finaluni.

Hetta kann alt verða avgjørt í seinasta dystinum teirra millum, sum eisini er síðsti dystur í landskappingini áðrenn finalurnar.

Nógvir teoretiskir møguleikar eru, men um SÍ vinnur 3-0 í sínum báðum dystum ímóti Ternuni og Fleyr, og um Mjølnir vinnur sín dyst ímóti ÍF 3-0, so krevur tað ein 3-0 sigur til SÍ í Klaksvík á síðsta leikdegnum fyri at taka fyrstaplássið frá Mjølni.

Fleyr – ÍF  1-3 (19-25, 25-20, 22-25, 21-25)
Við 3-1 sigri á Fleyr fekk ÍF gott tak um bronsuna, og vinnur ÍF trý stig ímóti stigaleysu Ternuni, so skal Fleyr vinna sær trý stig í hvørjum av sínum írestandi dystum, sum eru ímóti SÍ og ÍF, skal Fleyr hava bronsumerkini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2024

47 Leygardagur 13. apríl 2024

Sarah Mahfoud tapti boksidystin í Las Vegas

Australska Skye Nicolson var ov sterk til føroyska boksaran

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sarah Mahfoud tapti sunnunáttina WBC heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt til australsku Skye Nicolson. Tað gjørdi hon eftir eitt tap upp á stig í tíggju umførum.

Boksidysturin var í amerikanska býnum Las Vegas í Nevada.

Skye Nicolson var undan dystinum spádd at vera greiður favorittur, men Sarah Mahfoud hevði kortini góðar vónir.

Hálvi vestmenningurin hevur einaferð áður tapt ein boksidyst. Tað var móti Amanda Serrano úr Purerto Rico, tá tær brustu saman í Manchester.

[object Object]Skye Nicolson í bláum, her í dysti í fjør móti Tania Alvarez úr Spania (Savnsmynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

48 Leygardagur 13. apríl 2024

Aron D. Jacobsen norðurlendskur meistari í beinsveiggi

Besta úrslit, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari nakrantíð hevur fingið til eina altjóða kapping

(Mynd: Hjálmar A. Dalsgarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aron D. Jacobsen vann farna vikuskiftið gull í beinsveiggj í kappingini Nordic Championship í Oslo.

Hetta er besta úrslitið, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari nakrantíð hevur fingið til eina altjóða kapping.

Innleiðandi kappingin var leygardagin, og tá fekk Aron ein karakter áljóðandi 13.600 stig, og harvið kvalifiseraði hann seg sum nummar 1 til finaluna.

Úrsliti av kappingini varð tað sama sum til innleiðandi, og fekk Aron 13.600 stig, Marcus Pietarinen úr Finlandi bleiv nummar 2 við 13.533 stigum og David Rumbutis úr Svørríki bleiv nummar 3 við somuleiðis 13.533 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

49 Leygardagur 13. apríl 2024

Teitur og David til harða kapping í Danmark

Báðir skulu teir boksa tveir dystir í altjóða kappingini Tuff Nuff

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku nevaleikararnir Teitur Annand og David Kunoy skulu aftur um vikuskiftið uttanlands fyri at royna sína styrki í kapping í Danmark.

Talan er um altjóða kappingina Tuff Nuff, sum gongur fyri seg í Vordingborg. Boksarar úr 12 londum eru við til hesa kappingina, og ikki færri enn 300 boksarar hava boðað frá luttøku.

Talan verður helst um harðastu kapping, sum føroysku boksararnir higartil hava roynt, tí í hesi kappingini skulu teir boksa tveir dystir, líka mikið hvat úrslitið av fyrra dystinum er, og tað er ikki vanligt.

Enn einaferð eru vónir um, at føroysku boksararnir koma heimaftur við gyltum málmi um hálsin, skrivar Tórshavn Boksing á Facebooksíðu síni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

50 Leygardagur 13. apríl 2024

Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

Tríggjar framsýningar verða leygardagin í høllini á Hálsi í dag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn trimum framsýningum í høllini á Hálsi í dag. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir verða býttir upp eftir aldri.

Klokkan 10, eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 4. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 5. flokki og eldri, ið fara at royna seg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

51 Leygardagur 13. apríl 2024

Føroyameistarar í badminton

Rúni Øster vann finaluna í einmansleiki hjá monnum, í einmansleiki hjá kvinnum vann Miriam í Grótinum

(Mynd: Haldur Suni Johannesen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast streymslit órógvaði nakað stóra finaludagin í Kontrast FM, so at finalurnar leygardag seinnapart blivu nakað seinkaðar, vórðu allir føroyameistarar í badminton funnir eftir nakrar spennandi finalur í Høllini á Hálsi.

Sum siðvenja hevur verið í nógv ár, vórðu FM finalurnar samskipaðar við judo og borðtennis.

Síðsta finalan var í einmansleiki hjá monnum, har Rúni Øster vann á Fai Yin Wong í tveimum tøttum settum 21-19, 21-18. Bronsuna vunnu Magnus Dal-Christiansen og Christian Berg Pedersen, allir úr HBF.

[object Object]
Rúni Øster, her í tvímansleiki saman við Magnus Dal-Christiansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rúni hevur áður vunnið FM í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð hann er føroyameistari í einmansleiki.

[object Object]
Miriam í Grótinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finalan í einmansleiki hjá kvinnum var millum Sannu Thorkildshøj og verandi føroyameistaran Miriam í Grótinum, sum vann í tveimum settum 22-20, 21-15. Í fyrsta settið førdi Sanna allan vegin til 20-20, tá Miriam fór framum og vann. Hetta er triðja árið á rað, at Miriam vinnur FM í einmansleiki.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu Brynhild Høgnadóttir og Fai Yin Wong á Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen í spennandi trý-settara 21-12, 15-21 og 21-15.

Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Mia og Sanna Thorkildshøj úr HBF í trimum settum á verandi føroyameistarunum Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF.

Hjá monnum vunnu Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen úr HBF í tveimum settum á Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF).

[object Object](Mynd: Haldur Suni Johannesen)

[object Object]
(Mynd: Haldur Suni Johannesen)

[object Object]
(Mynd: Haldur Suni Johannesen)

[object Object]
(Mynd: Haldur Suni Johannesen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024

52 Leygardagur 13. apríl 2024

Sanna Thorkildshøj og Fai Yin Wong ársins spælarar

Og Birna Jacobsen og Tóki Yngvason Guttesen vórðu kosin ársins stjørnuskot innan badminton fyri 2023/2024

Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum og Sanna Thorkildshøj, ársins leikari hjá kvinnum (Mynd: BSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á árligu gallaveitsluni fyri badminton, borðtennis og judo í B36-húsinum vóru ársins leikarar og ársins stjørnuskot heiðrað.

Í badminton vóru Sanna Thorkildshøj og Fai Yin Wong kosin ársins leikarar. Bæði vóru partur av oyggjaleikahópinum, sum vann gull í liðkappingini, og vóru við til, at badminton fekk besta úrslit nakrantíð.

[object Object]
Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, og Fai Yin Wong, ársins leikari hjá monnum

Ársins stjørnuskot vóru Birna Jacobsen og Tóki Yngvason Guttesen. Tey bæði hava í ár havt framúr úrslit - bæði heima og uttanlands. Og gleða vit okkum at fylgja teimum fram á leið.

[object Object]Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, og Toki Yngvason Guttesen, ársins stjørnuskot hjá monnum, og Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2024

53 Leygardagur 13. apríl 2024

Maibrit og Niels Áki aftur føroyameistarar í vektlyfting

Metnógvir vektlyftarar kappaðust, 22 í alt, 11 kvinnur og 11 menn

Maibrit Reynheim Petersen (Mynd: Føroya Styrkisamband)
SkrivaÐ:

Innsent

Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk endurvunnu síni FM-heitir í vektlyfting síðsta vikuskiftið. Metnógvir vektlyftarar kappaðust, 22 í alt, 11 kvinnur og 11 menn, full javnstøða.

Í alt 36 met blivu sett í trekk, stoyt, tvídysti og í sinclair-stigum. Samlaði vinnarin varð funnin út frá sinclair, sum er lyftivekt í mun til kropsvekt.

Maibrit er besti føroyski kvinnuligi vektlyftarin, og var tað tí væntandi, at hon fór at vinna gull. Maibrit trekti 86 kilo og stoytti 104, íalt 190 kilo. Hetta rakk til íalt fýra føroysk met: Í trekk, stoyt, tvídysti og sinclair-stigum við 232,93.

Jenny Persson vann silvur við 73+88=161 kilo og 197,82 sinclair. Bronsan fór til Juliu Tormansdóttir Jacobsen við 70+87=157 kilo og 188,55 sinclair.

Hjá monnunum kappaðust Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen um gullið. Niels Áki lyftir serliga nógv í trekk og Pól Hendrikur hinvegin serliga í stoyt.

Niels Áki fekk tvey tey fyrstu lyftini í stoyt kolldømd, men tíbetur fyri hann bleiv tað triðja góðkent. Annars hevði gullið farið til Pól Hendrik. Niels Áki fekk 325,84 sinclair, ið er føroyskt senior-met fyri menn.

[object Object]Niels Áki Mørk (Mynd: Føroya Styrkisamband)

Gullið fór til Niels Áka við tvídystinum 102+113=215 kilo og 325,84 sinclair. Trekk-lyftið á 102 kilo er føroyskt met í 67 kg vektflokkinum eins og tvídýsturin á 215 kilo. Silvurið tók Pól Hendrikur við 96+114=210 kilo og 302,22 sinclair. Á bronsuplássið kom Jónas Kristiansson við 93+110=203 kilo og 246,26 sinclair.

Til hesa kappingina dømdi ein altjóða A-dómari úr Danmark, Laura Muratov, so at lyftarar skuldu kunna kvalifisera seg til ávikavist DM, NM-junior og EM-masters.

19 ára gamla Julia T Jacobsen megnaði júst tey kravdu 157 kilo í tvídysti, og luttekur tí undir Merkinum í NM-junior í Keypmannahavn seinni í ár.

58 ára gamli Niels Juel Arge kvalifiseraði seg til EM-masters í Haugesund í Noregi um miðjan juni í ár. Ungu lyftararnir, ið royndu eftir DM-luttøku, vóru nær við.

Fleiri nýggj andlit vóru at síggja, millum annað úr ítróttagreinunum rørslumegi og kappróðri. Eitt ávíst samanfall er serliga ímillum rørslumegi og vektlyfing, og nógvir av bestu vektlyftarunum í dag eru byrjað við rørslumegi (krossfitt). Yngsti kvinnuligi lyftarin við FM var 11 ár, Mona Lea á Bøgarði, og hjá monnunum 14 ára gamli Leon Dam.

FM-kappingin varð hildin í nýggju stásiligu hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku. Av teim 22 luttakarunum vóru 20 úr Styrkifelagnum Stoyt og tveir úr Burn Íðkarum. Kappingin skuldi havt verið 23. mars, men eftir eina skjóta upptøku í ESNT, European Small Nations Tournament, varð gjørt av at luttaka í hesi kappingini, sum var í Monaco 23. mars. FM varð tí úsett eina viku.

Seinni í ár skipar Føroya Styrkisamband fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni í  vektlfyting, NM senior. Stórt tal av luttakarum er væntandi til landið hesar dagarnar umframt venjarar, dómarar, hjálparfólk, áskoðarar og onnur áhugaði. Kunngjørt verður í næstum, hvar ið landinum NM verður hildið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2024

54 Leygardagur 13. apríl 2024

Julia skal kappast um norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar

Kravið fyri at Julia Jacobsen skuldi koma við, var ein tveykampur á 157 kilo. Tað megnaði hon til FM tá hon trekti 70 kilo og stoytti 87 kilo

(Mynd: Stoyt)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Til tað føroyska meistaraheitið tann 30. mars, kláraði Julia Jacobsen kravið til tey norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar.

Kravið fyri at Julia skuldi koma við var ein tveykampur á 157 kilo. Hetta megnaði Julia, tá ið hon til til FM trekti 70 kilo og stoytti 87 kilo.

Julia Jacobsen hevur vant vektlyfting hjá Stoyt, við Pól Hendriki Andreasen sum venjara síðan februar í 2022. Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í hennara venjing og hevur kempa seg fram til hetta flotta úrsliti, sigur Stoyt.

Julia venur til dagligt í Suðuroy, men fer javnan til Havnar at venja um vikuskiftini við venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.

Norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildið í Keypmannahavn 15-16 november. Tó, áðrenn Julia fer avstað, so hevur hon aðrar kappingar hon skal luttaka í áðrenn. Seinni í mánaðinum skal hon luttaka í tí danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá Juliu at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerki.

Afturat Danmark-meistaraheitinum skal Julia eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden í Eysturríki 22. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2024

55 Leygardagur 13. apríl 2024

Hesi eru føroyameistarar í borðtennis

Stóri felags Kontrast FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo var í høllini á Hálsi í Havn leygardagin, har borðtennis-finalur hava verið í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í FM-kappingini hjá monnum hevði tvífaldi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, aftur í ár spælt seg í finaluna - hesaferð ímóti Halli Thorsteinsson, sum hevur verið sannførandi í Grand Prix-kappingini hetta kappingarárið.

Finalan gjørdist júst so spennandi, sum ein kundi hugsað sær, og hon var stundum frálíka væl spæld. Hallur legði sannførandi frá landi og kom eisini á odda 3-1 í settum, men júst sum tað sá truplast út, ressaðist Albert og fullførdi eitt fralíkt comeback - og vann finaluna 4-3.

[object Object]
Albert Weihe Wolfsberg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Albert fullførdi harvið sítt FM-hattrikk og hevur ikki tapt ein dyst í einmansleiki síðani hann á fyrsta sinni luttók í FM fyri trimum árum síðani. Hallur hevði møguleikan at vinna sítt annað FM, eftir at hann vann sítt fyrsta og higartil einasta í 2016, men soleiðis sum hann spælir, so skuldu verið góð líkindi fyri, at hann kann tryggja sær fleiri FM-heiti í framtíðini.

[object Object]
Anja Wongwai (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá kvinnum er Anja Wongwai føroyameistari á fyrsta sinni. Talan var um endurtøku av FM-finaluni í fjør, har tær báðar TBF-kvinnurnar, Anja Wongwai og Britt Michelsen, hittust.

Í fjør vann Britt, men hesaferð var Anja omaná, og er nýggj á ovastu rók í føroyskum kvinnuborðtennis.

Britt legði annars best fyri í finaluni og var á odda bæði 1-0 og 2-1, men Anja var trúgv ímóti síni álopskendu spæliætlan, og soleiðis sum spælið bara gekst betur og betur, var tað hon, sum vann ein 4-3-sigur í einari væl leiktari finalu, og kann Anja Wongwai nú - í minsta lagi næsta árið - kalla seg føroyameistara.

Føroyameistarar í borðtennis 2023/24

Menn - einmansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Hallur Thorsteinsson (Tór)
3. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)

Kvinnur - einmansleikur
1. Anja Wongwai (TBF)
2. Britt Michelsen (TBF)
3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
3. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Menn - tvímansleikur
1. Hallur Thorsteinsson (Tór) / Fróði Fríðason Jensen (Tór)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
3. Peter H. Niclasen (Tór) / Sveinur M. Nolsøe (Tór)
3. Ólavur Hammer (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF)

Kvinnur - tvímansleikur
1. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)
2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)
3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)

Blandaður tvímansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF)
3. Sveinur M. Nolsøe (Tór) / Elinborg C. Mortensen (TBF)
3. Poul Knút Poulsen (TBF) / Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Myndir frá Kontrast FM síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2024