Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 01. juni 2024 | Nr. 22 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Føroyskur fiskarættur í uppskoti at vera ársins

SíÐa 2

1 Leygardagur 01. juni 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Nær er tolið uppi?

Tvørlyndi hevur onkursvegna altíð eyðkent teir leiðarar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava kosið sær at føra orðið, tá talan er um sáttmálaósemjur.

Eyðvitað er tvørlyndi fremsti eginleiki fyri at fáa sín vilja ígjøgnum, tí tað eru tey, ið vísa minsta vilja til at góðkenna ynskini frá mótpartinum, sum koma longst í tænastuni fyri sín part av ósemjuni.

Verkfall er ein undarlig undantaksstøða sum vit tíbetur ikki uppliva so ofta longur. Í byrjanini er altíð ein ávísur spenningur um, hvat nú fer at henda, og hvussu ósemjan fer at ávirka okkara gerandisdag. Fólkið vísir sín samhuga fyri øðrum partinum, oftast teimum, sum ynskja eitt sindur aftur at tímalønini. Men hetta sympati heldur sær bert til eitt vist.

Tá ósemjan á arbeiðsmarknaðin av álvara byrjar at ganga út yvir lívsgóðskuna hjá hinum einstaka borgaranum, er skjótt at samhugin vendir. Fólk byrja at leiðast av pørtunum og ósemjusøkjandi skvaldrinum hjá talsfólkunum.

Og spurningurin er, um ikki vit nærkast hesum punktinum, um partarnir í verandi ósemju ikki skjótt fara vísa ein farra av vilja til at ganga hvørjum øðrum á møti.

Tað kann væl vera, at krøvini hjá teimum tímaløntu eru rímilig, men tey tímaløntu mugu eisini duga at fata, at mótparturin ikki kann ganga við upp eitt krav, sum kann føra við sær, at fleiri av limunum hjá arbeiðsgevarunum mugu snara lykilin.

Hinvegin hevur arbeiðsgevarasíðan víst lítlan vilja til at viðurkenna, at mótparturin er komin til eitt punkt, har eitt munandi lønarlyft er neyðugt.

Vit plagdu at flenna eftir fyrrverandi formanninum í arbeiðsmannafelagnum í Havn, sum ikki vildi hoyra um prosentir, men einans vildi hava lønarhækkan í krónum og oyrum.

Tíðin hevur víst, at hann hevði grein í sínum máli. So leingi tað verður forhandlað í prosentum, so gerast tær lægstu lønirnar taparin í ‘tí langa løbinum’.

Ongin grund er hjá okkum at læra arbeiðsgevarar at rokna prosent, tað duga teir. Og tí er tað óskiljandi, at talsmaðurin hjá teimum konsekvent umrøður ynskini hjá mótpartinum í prosentum fyri á tann hátt onkursvegna at vísa á tað órímiliga í kravinum. Tað kann væl vera, at kravið ‘í krónum og oyrum’ als ikki er so órímiligt, tá sammett verður við tær hægru lønarflokkarnar, hvørs komandi krøv arbeiðsgevararnir eisini siga seg vilja taka atlit til.

Var vilji til at duga at seta seg inn í støðuna hjá hvørjum øðrum, so er ikki vist, at tað er so órímiliga langt millum partarnar.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7228

    Lisnar síður: 19619

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 01. juni 2024

Føroyskur fiskarættur í uppskoti at vera ársins

Ein meksikanskur rættur við ráari tungu frá Ræst er í uppskoti at vinna heiður frá donsku matummælarunum

(Mynd: Ræst)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysk matlist er ikki heilt gloymd eftir, at tað fyrr í vikuni frættist, at føroyska matstovan í Grønlandi, Koks, ikki longur kann prýða seg við stjørnum frá Michelin.

Ein matstova, sum Michelin viðmælir, men tó ikki hevur fingið nakra stjørnu enn, er Ræst í Gongini í Havn, har meksikanski Sebastian Jiménez er høvuðskokkur og Karin Visth høvuðsvíntænari.

Og eftir at Koks ikki longur heldur til í Føroyum, so er tað nú Ræst, sum teir kræsnu útlendsku gómarnir leita sær til, tá teir vitja í Føroyum.

[object Object](Mynd: Danske Madanmeldere)

Og nú stendur Ræst til møguliga at vinna heiður fyri ein av rættunum, sum er á matarlepanum.

Tað er felagsskapurin Danske Madanmeldere, sum nú hava innstillað ein av rættunum á Ræst til heiðurin at verða valdur til ársins rætt, tá tað kemur til sjógæti.

Talan er um ein rætt við tungu, kallaður ‘tunga aguachile’, ein rættur, sum Sebastian Jiménes hevur tikið við sær frá heimlandinum. Aguachile er ein meksikanskur rættur við rækjum og ráum fiski, marinerað í limesevju við salti, agurkskivum, reyðleyki og so eini serligari lokalari kili-plantu, kallað chiltepin. Rætturin stavar frá økinum Sinaloa vestur móti California golfinum.

Tungan frá Ræst er í kapping at gerast ársins rættur hjá donskum matummælarum innan kategoriina, ið nevnist ‘Hav’. Tungan er í kapping við tveir rættir við rækjum frá matstovunum Kadeau og Villa Vest. Einum rætti við kongakrabba, igulkeri og kaviar frá Jordnær og einum rætti við hummara og ribeye frá Koan.

Seinni í ár verður kunngjørt hvør rættur verður kosin vinnari.

Í fjør vunnu Koks og Poul Andrias Ziska árins rætt í kategoriini ‘Land’. Tað var fyri sermerkta rættin við rýpu, reinsdjórafeitti og berjum. Eyðkendi Koks-rætturin, ið varð drigin upp á ein pinn við einum hvítum rýpuveingi í øðrum endanum.

Danske Madanmeldere kjósa á hvørjum ári ein rætt innan hesar bólkar, Hav, Land og Sødt. Hartil kjósa tey eisini heiðurslønir innan bólkarnar bistro, tænastu, skeinking, smyrjibreyð og barr.

[object Object]
Sebastian Jiménes (Savnsmynd: Neil Burger) 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ræst og meksikanski høvuðskokkurin fáa rós fyri sína matlist. Í vetur varð Sebastian Jiménes kosin ársins unga kokkatelent av matguidini White Guide. Tá kom Ræst eisini inn á topp 10 millum matstovur í danska kongaríkinum. Á hesum listanum liggur Koks á fjórða plássi.

Les eisini: Ræst á topp 10 yvir bestu matstovur í danska ríkinum

[object Object]

[object Object](Mynd: Ræst)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2024

3
Leygardagur 01. juni 2024

ILA-virus staðfest í tveimum aliringum í Vági

Í alt eru umleið 1 millión fiskar í aliøkinum við eini miðalvekt á 2,6 kilo

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

ILA-tilbúgvingin varð alt fyri eitt sett í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing, tá ILA sjúka varð staðfest í einum aliringi á Vágsfirði sunnudagin.

Sambært galdandi kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA verða ringarnir, har ILA er staðfest, tiknir sum skjótast og í seinasta lagi 14 dagar seinni. Restina av fiskinum á aliøkinum skal takast í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at ILA er staðfest.

Framskundaða tøkan fer væntandi at minka um samlaðu tøkuna fyri 2024 hjá Bakkafrost við 2.000-3.000 tonsum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

4 Leygardagur 01. juni 2024

Atkvøða um kommunusamanlegging 15. juni

Tann 15. juni verður vegleiðandi fólkaatkvøða í Tvøroyarar og Hvalbiar kommunu um samanlegging

(Savnsmynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, at vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu verður 15. juni. Tá skulu borgararnir í  bæði Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu taka støðu til málið.

Í Tvøroyrar kommunu fer valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá klokkan 10 til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valnevndin sigur, at veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni 2024.

Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum.

Øll tey, sum á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi, hava valrætt.

Í Hvalbiar kommunu fer valið fram í skúlanum í Hvalba og skúlanum í Sandvík frá kl. 10 til 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni.

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni.

Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum. Valrætt hava øll tey, ið á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

5

Størv

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6 Leygardagur 01. juni 2024

Koks fekk ikki Michelin-stjørnur

Árliga Michelin-guidin varð kunngjørd í vikuni, og føroyska matstovan við adressu í Grønlandi var ikki við. Koks gevst fyribils eftir hetta summarið

Koks hevur fleiri ferðir verið á pallinum og móttikið Michelin-stjørnur. Í ár var føroyska matstovan ikki við (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Koks hevur síðani 2019 havt tvær Michelinstjørnur, men tá Michelinguidin varð kunngjørd mánadagin, var føroyska matstovan við adressu í Grønlandi ikki við.

Tvær stjørnur verða latnar matstovu, sum er verd at koyra ein umveg fyri at sleppa til, og sambært guidini, er Koks ikki longur millum hesar matstovur.

Gevast fyribils
Eigararnir av Koks hava boðað frá, at Koks eftir hetta summarið í Grønlandi og eftir eitt støkkupp tiltak í Tivoli í Keypmannahavn í heyst.

- Vit hava hugsað okkum væl um, áðrenn vit bera tykkum hesi beisksøtu tíðindi. KOKS fer at lata aftur eitt skifti. Hóast vit hava roynt at útvega okkum ein nýggjan stað í Føroyum, mugu vit í hesi løtu ásanna, at vit ikki megna at fáa ein fastan bústað fyrr enn í fyrsta lagi í 2026., segði Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og Hotel Føroyum í tíðindaskrivi herfyri.

Les eisini: KOKS gevst - fyribils í hvusus so er

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

7 Leygardagur 01. juni 2024

Arbeiðarafeløgini løgdu hald á innflutta matvøru

Sambært teimum nýtti heilsøla í Havn undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at flyta inn feskvøru

(Mynd: Verkafólk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Heilsølan Pf. Poul Michelsen fær ikki blíða viðferð í einum uppslag hjá Verkafólki á Facebook í vikuni. Verkafólk er síðan hjá arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli.

Hald varð lagt á vøru, sum heilsølan hevur innflutt, og sambært arbeiðarafeløgunum, var vøran innflutt gjøgnum Sjúkrahúsverkið.

- Atburðurin hjá ávísum arbeiðsgevarum er á søguliga lágum stigi. Tað kundu vit staðfesta, tá Pf. Poul Michelsen aðru viku á rað misnýtti undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at flyta inn feskvøru. Hesa ferð hevði heilsølan bílagt áleið 15 plattar av vøru uppá nakkan av Sjúkrahúsverkinum, skriva Verkafólk.

- Í síðstu viku funnu vit ein platt av eggum í einum handli í Havn. Tað kravdi ikki nógv detektivarbeiði at staðfesta, at Pf. Poul Michelsen hevði innflutt ein heilan trailara við vøru við at misnýta undantaksloyvið, ið var givið Sjúkrahúsverkinum fyri at tryggja, at sjúklingar ikki ganga svangir. Hetta var gjørt, uttan at Sjúkrahúsverkið visti av nøkrum, og uttan at nøkur bílegging var frá Sjúkrahúsverkinum.

Arbeiðarfeløgini siga, at undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at innflyta mat varð tá tikið aftur, sum ein avleiðing av misnýtsluni. Sjúkrahúsverkið fekk tó møguleika at søkja um nýtt undantaksloyvi við nýggjum treytum. At øll vøra skuldi sendast beinleiðis til teirra.

- Stjórin í Pf. Poul Michelsen, Gunnar Mohr, fekk tá greið boð um, at hetta ikki kundi góðtakast, og at misnýtt undantaksloyvir verða tikin aftur. Men hóast hetta valdi Pf. Poul Michelsen aftur at seta sjúk og veik í vanda við enn eina ferð at misnýta loyvið hjá Sjúkrahúsverkinum.

- Hesa ferð endaði vøran tó ikki í handlunum, men sambært nýggju treytunum í undantaksloyvinum úti á Landssjúkrahúsinum, ið brádliga hevði nógvar ferðir so nógva vøru, sum tey høvdu bílagt.

Hald er lagt á vøruna, og hon verður boðin til ellisheim, sambýli og eldrarøkt.

Arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli í nærum tríggjar vikur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2024

8 Leygardagur 01. juni 2024

Fríðrikur kongur verji hjá Koltursætlanini

At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara, sigur Tjóðsavnið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni kunngjørdi kongshúsið, at hansara hátign Fríðrikur kongur 10. verður verji fyri Koltursætlan Tjóðsavnsins.

Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at gera ein antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. Í yvirskipaðu ætlanini eru fleiri smærri og størri verkætlanir innan bæði mentan og náttúru. Ætlanin er at betra umstøðurnar hjá granskarum og starvsfólki at virka í oynni og at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða.

Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt at betra um karmarnar í oynni. Hetta verður gjørt við at endurbyggja nøkur av gomlu húsunum Noðri í Gerði og at byggja tveir nýggjar bygningar norðanfyri býlingin. Endurreistu húsini skulu hýsa framsýningum, bátasmiðju og kafé. Tann eini av nýggju bygningunum skal hýsa einari granskingarstøð og hin skal hýsa setursskúlum, miðlanarvirksemi og aðrari undirvísing.

Tjóðsavnið hevur fingið fígging til verkætlanina, og sáttmáli varð skrivaður við ráðgevarafyritøku í apríl í ár. Væntandi verður arbeiðið boðið út í mars 2025, og spaki settur í næsta summar.

At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

9 Leygardagur 01. juni 2024

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina frá 26. februar um, at Føroya Handverksmeistarafelag, Articon, Búsetur og MT Højgaard hava framt brot á kappingarlógina við at samskipa kollektivt boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu av svimjihøll

(Savnsmynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingarráðið tók á fundi tann 26. februar 2024 avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag, Pf. Articon, Pf. Búsetur og Pf. MT Højgaard høvdu framt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

FHMF og fyritøkurnar samskipaðu kollektivt boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu av svimjihøll. Avleiðingin av boykottinum varð, at eingi boð vóru latin inn.

Í sambandi við avgerðina gav Kappingarráðið boð um, at §8 í viðtøkunum hjá Føroya Handverksmeistarafelag skuldi strikast ella umorðast. Ásetingin sigur, at limir skulu ikki mótarbeiða felagnum, og í heilt grovum føri kann limur verða koyrdur úr felagnum.

Føroya Kærustovnur hevur tann 1. mai staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um, at brot er framt á §6, men metti tó, at tað er ikki proportionalt ella neyðugt at strika ella umorða §8 í viðtøkunum fyri FHMF.

Terje Sigurðsson, deildarstjórin á Kappingareftirlitinum, sigur um avgerðina:

– Kollektivt boykott er víðgongd kappingaravmarking, og talan er um eina framferð, sum er greitt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

– FHMF og fyritøkurnar hava víst á, at útbjóðingartilfarið var ikki nøktandi. Men kappingarmyndugleikin varar ikki av útbjóðingarlógini, og tekur ikki støðu til, hvørt útbjóðingartilfarið lýkur ella brýtur útbjóðingarlógina.

– Er ivamál um útbjóðingarlóg ella ABF06 eru hildin, eiga partar at nýta ásetingarnar í hesum reglum heldur enn at fremja kollektivt boykott.

– Kappingarmyndugleikin umsitur kappingarlógina, og sambært kappingarlógini skulu fyritøkur virka óheftar av hvørjari aðrari og skulu ikki skipa framferð sínamillum.

Føroya Handverksmeistarafelag og fyritøkurnar hava møguleika at leggja úrskurðin hjá Føroya Kærustovni fyri Føroya rætt. Hetta skal gerast í seinasta lagi átta vikur eftir, at tey hava fingið úrskurðin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

10 Leygardagur 01. juni 2024

Nýggjur public service-sáttmáli undirskrivaður

Public service-sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni 2024 til 31. mai 2028. Sum nakað nýtt skal ein javnstøðupolitikkur orðast, og týðiligir málsetningar eru gjørdir fyri fleiri øki

Formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rógvi Olavson og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni var nýggjur public service-sáttmáli undirritaður millum Kringvarp Føroya og Almanna- og mentamálaráðið. Endamálið við public service-sáttmálanum er at lýsa, hvussu stovnurin tænir Føroya fólki í einum ávísum tíðarskeiði.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at partarnir hava skrivað undir sáttmálan, tí hann er eitt týdningarmikið amboð hjá myndugleikanum og stovninum til at seta nøkur felags mál út í kortið. Public service-sáttmálin er ein yvirskipaður karmur hjá kringvarpsstovninum til at útinna sítt virksemi innan fyri.

Í § 10 í kringvarpslógini er ásett, hvørjar skyldur Kringvarpið yvirskipað hevur, men við sáttmálanum fæst høvi til at seta tíðarbær mál og lofta teimum møguleikum og avbjóðingum, sum sáttmálapartarnir síggja fyri sær komandi fýra árini.

Public service hevur ein serligan týdning í fólkaræðinum. Public service er óheft bæði at politisku skipanini, handilsligum áhugamálum og bindingum sum heild. Tað er uppgávan hjá miðlunum at halda valdshavarunum í skák og seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa, kunna og gera fólk betur før fyri at taka støðu í ymiskum málum. Fólkaræðisligu miðlarnir fyribyrgja korruptión, geva gjøgnumskýgni og vitan, søkja sannleikan gjøgnum keldukritikk og eru sum eitt sáld, sum filtrerar tað tunna og týdningarleysa frá og hevur substansin eftir.

Nýggi sáttmálin er bert triði sáttmáli, ið er gjørdur millum partarnar. Sum nakað nýtt skal ein javnstøðupolitikkur orðast, og týðiligir málsetningar eru gjørdir fyri fleiri øki. Størri dentur verður lagdur á føroyskt mál og tilfar til børn og ung. Sáttmálin skrivar seg inn í tíðina sum eitt amboð í eini tøkniliga avbjóðandi tíð við stórliga broyttum miðlavanum.

Public service-sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni 2024 til 31. mai 2028. Teir fyrstu sáttmálarnir vóru gjørdir fyri tíðarskeiðini 2011-2013 og 2017-2020.

Nýggi sáttmálin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

11
Leygardagur 01. juni 2024

Sleppa at royna á Føroyabanka aftur í ár

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2024

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Línuskip og útróðrarbátar sleppa at royna á Føroyabanka aftur í ár.

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2024.

Fiskidagatalið er farið úr 330 í fjør niður í 265 í ár. Teir 265 fiskidagarnir vera býttir øðrvísi millum bólkarnar í ár. Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar og línuskipini færri dagar.

Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er tann sama sum í 2023. Tað vera bara teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira, í minsta lagi eitt av árunum 2021-2023.

Bátar í bólki 5, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2024, skulu, innan týsdagin 4. juni 2024, kl. 16.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2024

12 Leygardagur 01. juni 2024

Føroyskt sum annaðmál – seinastu prógvini á Tórshavnar Kvøldskúla

Farna hósdag var serlig og sorgblíð hátíðarløta, tá ið seinastu prógvini í lærugreinini føroyskt sum annaðmál vórðu handað á Tórshavnar Kvøldskúla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við rørandi røðum, vøkrum sangi og onkrum góðum til góman varð sett eitt virðiligt punktum fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.

Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði teimum 30 næmingunum prógvið.

Føroyskt sum annaðmál er útbúgving í fleiri stigum, og dagurin var søguligur, tí á fyrsta sinni hava tveir næmingar lokið alla útbúgvingina. Teir eru Murat Aba úr Turkalandi og Fernando Troleis úr Brasil. Fyri hetta avrik fingu teir serliga gávu handaða frá Tórshavnar kommunu, og var tað sjálvur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum handaði gávuna.

Fernando Troleis, sum hevur búð í Føroyum í níggju ár, helt rørandi takkarrøðu undir rámandi heitinum “Eg vildi fegin hava eitt pláss við borðið”. Í røðuni legði hann millum annað dent á, hvønn týdning tað hevur fyri tilflytarar at hava góða atgongd til lærdóm í føroyskum sum annaðmál og samstundis at gera sítt til og vísa vilja at læra málið og gerast partur av føroyska samfelagnum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eisini røðu á samkomuni. Í røðuni legði borgarstjórin dent á, at brosið er stytsti vegurin millum menniskju og málið lykilin til at standa seg í samfelagnum.

Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, nýtti høvið at takka starvsfólkunum á kvøldskúlanum og fyri góða samstarvið við myndugleikar og onnur, ið hava gjørt útbúgvingina møguliga. Somuleiðis takkaði hann undirvísarunum fyri góða og trúgva tænastu øll árini, ið Kvøldskúlin hevur staðið fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.

Tórshavnar Kvøldskúli letur nú stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið. Tórshavnar Kvøldskúli takkar fyri árini og ynskir Undirvísingarstýrinum og skúlamyndugleikunum hepna hond frameftir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

13
Leygardagur 01. juni 2024

Atlantic Fair 2024

Stóra maritima messan Atlantic Fair varð hildin í Klaksvík í vikuni

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Omanfyri 180 fyritøkur úr Føroyum og útlandinum vístu í vikuni fram á Atlantic Fair messuni, sum varð hildin í ítróttarhallunum í Klaksvík hesa vikuna.

Fleiri myndir hjá Jens Kr. Vang frá setanini av messini síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2024

14 Leygardagur 01. juni 2024

Samlaðu inntøkurnar væl hægri enn væntað

27. mai varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á almennum fundi 27. mai varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur.

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2023 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2023, eftir frádrátt av rentustuðli, var 81,0 milliónir krónur, sum er 7,8 milliónir meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 72,7 milliónir. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2023 8,3 milliónir krónur betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru 66,7 milliónir krónur, ið er 9,8 milliónir meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 66,5 milliónir krónur. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2023 áleið sum mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 13,5 milliónir krónur, mótvegis 15,6 í 2022. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 5,3 milliónir krónur. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 8,2 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2023 vóru 21,6 milliónir krónur. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við einari nettoíløgu á 27,2 milliónir. Íløgurnar í 2023 vóru sostatt 5,6 milliónir krónur lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2023, verða fluttar til 2024.

Samanlagt vísti roknskapurin hall á 8,06 milliónir krónur í árinum, samanborið við eitt yvirskot á 2 milliónir í 2022.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 36 milliónir krónur. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árlig skattainntøka (roknað við 23 prosentum í kommunuskatti), eftirlønarskattur og ávísar flytingar frá landinum. Skuldarmarkið hjá Nes kommunu var pr. 31. desember 2023 85,4 milliónir krónur. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var sostatt 42 prosent av eini skattaálíkning.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2024

15 Leygardagur 01. juni 2024

Arbeiðsloysið eitt prosent í apríl

Tað er 0,3 prosentstig hægri enn í apríl í fjør og svarar til 310 fulltíðararbeiðsleys

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í apríl var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent. Tað er 0,3 prosentstig hægri enn í apríl í fjør og svarar til 310 fulltíðararbeiðsleys.

Í apríl 2023 var arbeiðsloysið var 0,7 prosent, sum tá svaraði til 229 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin.

359 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í apríl - 92 fleiri enn í apríl í fjør. 31 persónar - ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleys, ið merkir at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,1 prosentstig lægri samanborið við sama tíðarskeið í fjør, men talið á persónum er tó vaksið við fimm.

Í apríl vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn og 130 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, ið svarar til ávikavist 1,1 og 0,9 prosent. Hetta er ávikavist 0,4 og 0,1 prosentstig hægri samanborið við apríl í fjør.

Arbeiðsloysið var størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent - 1,8 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í Norðoya øki og Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst við 0,4 prosentum, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2024

16 Leygardagur 01. juni 2024

Komu á Vestmanna í fagrasta veðri

Farna leygardag var regattasigling av Fútakletti inn á Vestmanna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið var Bátastevna Vestmanna, og hóast nógv fólk, gekk tað rættiliga friðarliga fyri seg, upplýsir løgreglan mánadagin.

– Har vóru nógv full fólk, sum vit hava hjálpt, og eisini vóru onkrar illstøður, har vit hava lagt okkum uppí, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin legði afturat, at samarittarnir og bjargingarfeløgini á staðnum hava gjørt eitt stórt arbeiði við at taka sær av fólki, sum eru komin illa fyri, og tað skulu tey hava stórt rós fyri.

Fleiri myndir:

Komu á Vestmanna í fagrasta veðri

Bátastevna í Vestmanna

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

17 Leygardagur 01. juni 2024

Tórshavnar kommuna keypir Skt. Jósefs barnagarð

Samskifti hevur verið við katólsku meinigheitina seinastu tíðina, og Tórshavnar kommuna hevur nú boðið meinigheitini at keypa Skt. Jósefs barnagarð fyri eina upphædd uppá 8 milliónir. Meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931, hevur katólska kirkjan gjørt av at steinga kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum nú fara úr Føroyum. Umboð fyri katólsku kirkjuna hava boðið kommununi at yvirtaka bygningarnar hjá meinigheitini fyri eitt mett virði. Talan er um dagstovnin, sum verður rikin sum sjálvsognarstovnur, umframt kleystrið.

Dagstovnurin í Varðagøtu 12 stendur á eini ogn, ið er 1.375 fermetrar. Bygningurin er bygdur í 1965 og er umleið 812 fermetrar innan. Bygningurin er væl hildin og væl bygdur, og ábøtur eru gjørdar javnan, síðani bygningurin varð bygdur. Tak og vindeygu eru skift í 2018.

Dagstovnurin hevur vælvirkandi virksemi í dag, og hetta kann halda fram í bygninginum.

Skt. Jósefs barnagarður er partur av kommunala ansingartilboðnum á dagstovnaøkinum, og umráðandi er at tryggja, at henda støða ikki broytist, nú katólska meinigheitin ætlar at avhenda ognirnar í Føroyum.

Samskifti hevur verið við meinigheitina seinastu tíðina, og Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi boðið meinigheitini at keypa Skt. Jósefs barnagarð fyri eina upphædd uppá 8 milliónir. Meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði.

Ætlanin er, at stovnurin so verður vanligur, kommunalur dagstovnur, eins og aðrir kommunalir dagstovnar, og at kommunan bjóðar starvsfólkunum starv í yvirtikna kommunala dagstovninum.

Raksturin verður framhaldandi fíggjaður yvir fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu eins og aðrir dagstovnar. Hinvegin dettur leigugjaldið burtur, sum kommunan hevur rindað árliga.

Tilmælið var, at Tórshavnar kommuna keypir matr. nr. 779g, Tórshavn, fyri 8 milliónir krónur og játtar upphæddina keypið sum eykajáttan og síðani yvirtekur Skt. Jósefs barnagarð, ið eftir hetta verður kommunalur dagstovnur. Fíggjarnevndin hevði frammanundan samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið til tvær viðgerðir.

Málið skal hava tvær viðgerðir í býráðnum og varð einmælt samtykt á býráðsfundi hósdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

18 Leygardagur 01. juni 2024

Sáttmáli undirskrivaður um brúgv millum Hvalvík og Streymnes

Malltek byrjar fyrireikingarnar í næstum. Eftir ætlan verður nýggja brúgvin liðug við ársenda, og verður fyribils gangibrúgv um Stórá í byggitíðarskeiðinum

(Mynd: Kjartan Madsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunda kommuna hevur seinastu tíðina arbeitt við at fyrireika nýggja brúgv um Stórá - eina brúgv millum Streymnes og Hvalvík. Talan er um eina søguliga brúgv, sum nú verður dagførd.

- Farleiðin um Stórá er aldargomul, og varð fyrsta brúgvin bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður tikin niður, og nýggj brúgv bygd um Stórá.

Sunda kommuna skrivar, at brúgvin var í almennum útboði. Fýra tilboð komu inn, sum seks fyritøkur stóðu aftanfyri.

Malltek átti lægsta boðið, og Malltek og Sunda kommuna eru nú komin ásamt um sáttmála.

Sáttmáli er nú undirskrivaður, og fyrireikingarnar byrja í næstum. Eftir ætlan verður nýggja brúgvin liðug við ársenda og verður fyribils gangibrúgv um Stórá í byggitíðarskeiðinum, skrivar sunda.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

19 Leygardagur 01. juni 2024

Tær fyrstu við læknaskrivaraútbúgving á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað er samstundis seinastu ferð, at læknaskrivara-næmingar vera á sjúkrahúsinum, tí útbúgvingin verður nú broytt

Vera Solmunde, Annika Karlsdóttir Ljósstein, og Marjun Sólheim Lisberg. Vera fer víðari nú - Marjun heldur fram í starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vera Solmunde og Marjun Sólheim Lisberg eru nú útbúnar læknaskrivarar. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt læknaskrivara-næmingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús á Facebook-síðu sínari. Fríggjadagin var ein hátíðarløta, í samband við, at kvinnurnar úr ávíkavist Klaksvík og Leirvík høvdu lokið útbúgvingina eftir nøkur ár.

- At fáa Veru og Marjun í okkara hóp, var læruríkt fyri okkum allar, vit hava lært líka nógv av teimum, sum tær av okkum.Tær passaðu væl inn, og sjálvt um tær eru so ymiskar, so eru tær tó líka. Eg vil siga at tær nokk hava funnið eina vinkonu fyri lívið í hvørjari aðrari.

Soleiðis sigur Annika Karlsdóttir Ljósstein, leiðandi læknaskrivari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Marjun Lisberg heldur fram í starvi í Klaksvík - Vera Solmunde ferð víðari út í víðu verð, skrivar síðan. 

Tað var søgugligt fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, at hava hesar sum næmingar. Tað er eisini søguligt "hinvegin": Hetta er samstundis eisini seinastu ferð, tí útbúgvingin er nú broytt. Sostatt eru tær eisini Marjun og Vera nakrar av teimum síðstu, ið kunnu kalla seg læknaskrivarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2024

20 Leygardagur 01. juni 2024

Góð ráð um burturkast undir verkfallinum

Nú verkfall er og burturkastið ikki verður heintað, er umráðandi, at allir borgarar og vinnan goyma burturkastið á skilabesta hátt, siga IRF, Kommunala Brennistøðin og Umhvørvisstovan

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Burturkastið hevur ikki verið heintað í yvir tvær vikur orsakað av verkfallinum, sum helst fer at vara í eina tíð afturat, og í hesum sambandi hava IRF, Umhvørvisstovan og Kommunala Brennistøðin nøkur ráð um handfaring av burturkastinum.

– Tá ið burturkast hópar seg upp, er vandi fyri at rotta og onnur skaðadjór dragast at tí. Tískil er ikki óhugsandi, at tað kann gerast heilsuskaðiligt, tí smittuvandin økist munandi, tess longur burturkastið verður standandi.

Niðanfyri eru góð ráð um at fyribyrgja skaðadjórum og smittu, meðan verkfallið er:

  • Minka um matoyðslið. Við at brúka sum mest av allari matvøra, minka vit sjálvandi eisini um matleivdirnar í burturkastinum.
  • Skil burturkastið væl. Skil matleivdir og annað, sum rotnar, frá burturkastinum. Á henda hátt byrgja vit fyri, at tað fer at lukta og harvið dregur rottu og onnur skaðadjór til sín.
  • Bint fyri smærru posarnar, áðrenn tú letur teir í ruskposan. Bint eisini fyri ruskposarnar og set teir í eitt ílat, sum er tætt, um tú hevur møguleika fyri tí.
  • Set posarnar kalt og turt, t.d. í ein kjallara, bilhús ella hjall, soleiðis at vit seinka matleivdunum at rotna og harvið lukta.
  • Um tú býrt í íbúð, halt teg kunnaðan hjá eigarafelagnum, um boðað verður frá, hvar burturkastið skal goymast.
  • Um tú ongar aðrar møguleikar hevur, enn at seta burturkastið uttanfyri, er umráðandi, at tað verður sett turt og í skugga.
  • Ansa væl eftir, at ongin slóð eftir matvøru er, har burturkastið verður goymt. Rudda, feia og vaska, har posarnir verða goymdir. Á henda hátt er lættari at varnast, um rotta ella annað skaðadjór hevur verið í burturkastinum.
  • Um tekin er um rottu, skalt tú alt fyri eitt boða kommununi frá. Sí heimasíðuna hjá kommununi. Tað er ein skylda hjá okkum øllum at boða frá rottu, og tað er ongin skomm at fáa rottu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

21 Leygardagur 01. juni 2024

Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið

Í Heilsustýrinum starvast í løtuni 19 fólk, og stjóri er Bjarni á Steig

Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrverandi Fólkaheilsustýrið eitur nú Heilsustýrið. Navnabroytingin hendir í sambandi við, at Løgtingið samtykti uppskot um nýggja ílegulóg hin 15. mai. Nýggja Ílegulógin, sum varð lýst í kunngerð í vikuni, loysir av gomlu Ílegulógina frá 2005.

Endamálið við lógini er, eins og við undanfarnu lóg, serliga at tryggja rættindini hjá teimum, hvørs vevnaður og dátur verða brúkt til gransking. 

Umframt navnabroytingina er ein av høvuðsbroytingunum, at eitt nýtt økið er felt inn í lógina: ein sonevnd genomskrá, sum Heilsustýrið skal menna og umsita. Genomskráin inniheldur ílegudátur og úrslit av ílegukanningum, sum verða goymd til gransking og persónlagað medisin. FarGen er partur av nýggju genomskránni hjá Heilsustýrinum.

Fólkaheilsustýrið fór at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Ílegusavninum, Fólkaheilsuráðnum og lutvíst Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu varð savnað. Í Heilsustýrinum starvast í løtuni 19 fólk, og stjóri er Bjarni á Steig.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2024

22 Leygardagur 01. juni 2024

Loyniliga fregnarstøðin við flogvøllin er opin

Krígsárini sluppu bara úrvaldu herfólkini inn í SOR bygningin, tí alt var hildið loyniligt innanveggja, men nú er SOR bygningurin karmur um føroyska Krígssavnið, sum sigur frá søgum og sýnir fram lutir frá seinna heimsbardaga

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Krígsavnið heldur til í betonbygninginum við omankoyringina til flogvøllin í Vágum í sokallaða SOR bygninginum. Har savnaði bretska hervaldið neyvar upplýsingar um allar flytingar kring Føroyar og í Føroyum undir krígnum.

SOR bygningurin í Føroyum var ein av fregnarstøðunum, sum vóru skipaðar av Malta í suðri til Íslands í norði, sum allar sendu frágreiðingar til herleiðsluna í London, so hon kundi gera sær neyvari metingar um hóttandi krígsgongdina á ymsum hermótum.

Royal Air Force stóð fyri rakstrinum og hevði úrvald herfólk til arbeiðis, sum dagliga mettu um upplýsingarnar, tey fingu úr øllum landinum, frá skipum, flogførum og grannalondum. RAF og herleiðslan í Vágum fylgdu við krígsgongdini á stóra kortinum á vegginum í SOR bygninginum, sum var dagført alt samdøgrið.

Krígsárini sluppu bara úrvaldu herfólkini inn í SOR bygningin, tí alt var hildið loyniligt innanveggja, men nú er SOR bygningurin karmur um føroyska Krígssavnið, sum sigur frá søgum og sýnir fram lutir frá seinna heimsbardaga.

Krígssavnið við flogvøllin í Vágum er opið fyri almenninginum leygardag og sunnudag frá klokkan 14-17 fram til endan av september.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

23 Leygardagur 01. juni 2024

Øssur Kjølbro nýggjur sóknarprestur í Norðoyggjum

Klaksvíkingurin avloysir Hanus á Gørðum. Øssur, sum hevur verið virkandi sóknarprestur og hjálparprestur ymsastaðni, verður skipaður í embætið 16. juni í Christianskirkjuni

Norðoya vestara prestagjaldi fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradal, Húsar, Mikladal, Trøllanes og Árnafjørð. Har verður Øssur Kjølbro skjótt annar presturin (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hanus á Gørðum varð fyrst í apríl settur í starv sum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur.

Klaksvíkingurin hevur havt sína seinastu guðstænastu í Christianskrikjuni - í øllum førum fyribils. Hanus á Gørðum røkti starvið í Norðoya vestara prestagjaldi nærum 14 ár.

Avloysari Hanusar er eisini klaksvíkingur. Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni boðaði í vikuni frá, at Øssur Kjølbro er settur í starvið.

- Landsstýriskvinnan við mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi, sum fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradal, Húsar, Mikladal, Trøllanes og Árnafjørð.

Øssur Kjølbro er útbúgvin guðfrøðingur, og hevur virkað nógv innan missiónsarbeiði - millum annað hevur hann verið í starvi hjá Krikjuligu Heimamissiónini og verið virkin í KFUM & K í Klaksvík.

Øssur byrjaði sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi í februar 2018. Tey seinnu árini hevur hann verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í fleiri prestagjøldum. Seinast var í Nes Prestagjaldi, har Øssur Kjølbro hevði sína seinastu guðstænastu sunnudagin.

Fólkakrikjan skrivar, at undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnudagin 16. juni kl. 11 verður Øssur Kjølbro skipaður í embætið. Tað er dómprósturin, ið skipar prestin í embætið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

24 Leygardagur 01. juni 2024

Nýggjur kommunulækni í Vági

Á Heilsumiðstøðini í Vági eru báðar læknaviðtalurnar mannaðar við føstum kommunulæknum frá 1. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dávið Guðnason, kommunulækni, byrjar í føstum starvi í læknaviðtalu 2 á læknamiðstøðini í Vági.

Dávið er útbúgvin frá Odense Universiteti, og hevur síðani lært til kommunulækna í Føroyum. Dávið kennir frammanundan til Vág og Suðuroynna, tí konan er ættað úr Vági, og hann hevur fyrr røkt kommunulæknastarv í oynni.

Í læknaviðtalu 1 starvast Dorrit Bech Joensen, kommunulækni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

25 Leygardagur 01. juni 2024

Mentanarnáttin á Tvøroyri útsett til 5. juli

– Verkfall er, og hetta órógvar fyrireikingarnar so mikið, at vit hava gjørt av at útseta, í staðin fyri at hava eina Mentanarnátt, har fleiri tiltøk ikki lata seg gera, sigur Tvøroyrar kommuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mentanarnáttin á Tvøroyri, sum skuldi vera 31. mai, er útsett til 5. juli.

Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.

– Verkfall er, og hetta órógvar fyrireikingarnar so mikið, at vit hava gjørt av at útseta, í staðin fyri at hava eina Mentanarnátt, har fleiri tiltøk ikki lata seg gera at fyriskipa, skrivar kommunan.

– Arbeitt verður nú við at fáa nýggju skránna klára til 5. juli, og tíbetur sær út til, at við vælvild frá øllum, so fara vit at hava eina frálíka mentanarnátt, enn einaferð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

26
Leygardagur 01. juni 2024

Niclas verður upphøgdur

Seinastu nógvu árini hevur skipið staðið á vogninum hjá Mest í Vestmanna. Nú verður Niclas upphøgdur og skipasmiðjan tikin burtur

(Mynd: Føroya Fiskimannafelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Línuskipið Niclas, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á vogninum á bedingini í Vestmanna, verður nú upphøgdur.

Tað er heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag, sum hevur myndir frá upphøggingini, sum Føroya Skipaupphøgg tekur sær av. Niclas varð bygdur í Danmark í 1968, og hevur áður havt nøvn sum norðleivur, Stiðjabarmur, Skarvaklettur og Knúkaberg.

Skipasmiðjan í Vestmanna fer nú eisini í søguna.

Skinnarar og alt sum har til hoyrir, skal takast upp og økið skal fríðkast. Tað er Mest, fyrrverandi Tórshavnar Skipasmiðja, sum í dag eigur ognirnar á økinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

27 Leygardagur 01. juni 2024

Franski sendiharrin hittir mentamannin og týðaran

Eilif Samuelsen fylti 90 ár undanfarna mikudag

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Franski sendiharrin í Danmark vitjaði í Føroyum herfyri, og  hesum døgum, og mánadagin nýtti hann høvið at hitta mentamannin og týðaran, Eilif Samuelsen, sum fylti 90 ár 22. mai.

Eilif Samuelsen hevur týtt stórt tal av klassikarum í heimsbókmentunum til føroyskt. Millum hesar bøkurnar eru fleiri úr franskari mentan. Trý fylgjandi ár, í 2021, 2022 og 2023 komu bindini av verkinum Essais eftir Michel de Montaigne út. Landsstýriskvinnan, Sirið Stennberg, læt Eilifi Samuelsen Heiðursgávu Landsins í 2023, ikki minst vegna hetta megnarverk. Heiðursgáva landsins verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Og tað var í neyvt somu ørindum, at franski sendiharrin, Christophe Parisot, setti Eilifi Samuelsen stevnu til eitt prát um arbeiðið, og hvat tað er, sum inspirerar hann til ágrýtna týðaragerningin. Eilif greiddi frá, hvussu orðið Essais, hevði hugtikið hann frá ungum árum og ført leið hansara til Michel de Montaigne. Tað var ein áhugaverd løta saman við merkismanninum, sum hevði abbasynirnar, Høgna og Rúnar Reistrup við sær í fylgi. Við á fundinum vóru eisini, Carl Engelsen, stjóri á Franska Instituttinum í Keypmannahavn, eins og Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum.

Sendiharrin handaði Eilifi Samuelsen eitt takkarbræv fyri at hava gjørt eitt so týdningarmikið franskt tríbind atkomuligt á føroyskum og legði afturat orð Umberto Eco, at týðing er tungumálið í Europa. Harumframt nýtti hann høvið at ynskja Eilifi til lukku við níti ára degnum herfyri. Og Eilif handaði sendiharranum eitt signerað føroyskt eintak av triðja bindinum av Essais til minnis um góða og gevandi fundin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

28 Leygardagur 01. juni 2024

Ólavur Jøkladal stjóri á Listasavninum á Sandi

Hann skal samskipa virksemið á savninum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ólavur Jøkladal er settur sum stjóri á Listasavninum á Sandi.

Ólavur er cand. mag. í tónlist og norðurlendskum máli ,og hevur drúgvar royndir innan fyrisiting.

Sum stjóri skal hann samskipa virksemið á Listasavninum, har summartónar 2024 júst er á skrá hjá savninum. Tað eru eisini aðrar framførslur og skeiðsvirksemi gjøgnum árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

29 Leygardagur 01. juni 2024

Beinir beinleiðis í DR í kvøld

Syngur í beinleiðis sending av Christiansborg í sambandi við at grundlógin verður 175 ár

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í ár verður danska grundlógin 175 ár, og í tí sambandi skipar Danmarks Radio fyri beinleiðis sjónvarpssending við felagssangi av Christiansborg í kvøld kl. 19 til 20 føroyska tíð.

Kendir danskir sangarar og tónleikarar fara at spæla løg, sum øll kenna og duga at syngja.

Føroyski Beinir er ein teirra, sum fer at spæla á Christiansborg leygarkvøldið. Vertir í sendingini verða Katrine Muff og Johannes Langkilde, sum síðan 2021 hava skipað fyri sendingini “Fællessang – hver for sig” á DR.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

30 Leygardagur 01. juni 2024

Steintóra Erhardsdóttir í Gamla Seglhúsinum

Hon er fødd og uppvaksin í Vági, útbúgvin gudfrøðingur av lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University, og virkar sum sóknarprestur, og á Norðoyastevnu hevur hon listaframsýning í Gamla Seglhúsinum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á Norðoyastevnu sýnir Steintóra Erhardsdóttir (1991) fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Hon er fødd og uppvaksin í Vági, útbúgvin gudfrøðingur av lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University, og virkar sum sóknarprestur í Havn og í Nólsoy.

Steintóra hevur altíð teknað og málað, og var hon eisini leingi í iva, um hon skuldi velja eina listarliga útbúgving á íslendska listaháskúlanum. Gudfrøðin vann, men hon er tó hildin fram við at mála.

Hon arbeiðir oftast við tekningum og prentum, herundir plakatum og linoleum. Abstraktu myndirnar hjá Steintóru eru meira kenslur og estetikkur enn nakað annað. Í konkretu myndunum dámar hon væl at blanda samfelagskritik, tabu, humor og alvor: og aloftast er jú nakað av alvor í humor, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.

[object Object]

Fernisering verður í morgin, sunnudagin 2. juni klokkan 15. Umframt lættari ábit fer Rani Nolsøe at syrgja fyri tónleikinum. Møguleiki verður eisini at heilsa uppá listakvinnuna.

Framsýningin hongur uppi fram til hálvan juni, og kann hon vitjast yrkadagar millum klokkan 14 og 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

31 Leygardagur 01. juni 2024

Jørgin Dahl á Summar Festivalin

Oddamaðurin í Straight Ahead verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jørgin Dahl er slóðari í føroyskum rocktónleiki, og í hesum døgum er hann aktuellur við nýggjum sangum. Mong fólk hava umvegis nýggjar sjónvarpssendingar kunnað upplivað, hvussu Jørgin Dahl og Straight Ahead í sjeytiárunum slóðaðu fyri føroyskum rocktónleiki. Og 50 ár eftir fyrstu útgávuna hjá Straight Ahead hava fagnaðarkonsertir verið í Varpinum í Klaksvík.

Millum kendastu sangir hjá Straight Ahead eru “Komið øll við”, “Upp á gólv” og “Heading for Disaster”.

Í ár fyllir Summar Festivalurin 20 ár, og tí er upplagt, at Jørgin Dahl verður við á festivalinum í heimstaðnum Klaksvík.

Jørgin Dahl verður partur av serligari 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum, sum verður á Vágsbø. Eisini fara aðrir kendir tónleikarar at luttaka.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2024

32 Leygardagur 01. juni 2024

Nýggj sendirøð úrvald til týska filmsstevnu

Ein flmsverkætlan, sum Gró Studios hevur í stoypiskeiðini í hesum døgum, er nú úrvald til framløgu á stórari týskari filmsstevnu

Torfinnur Jákupsson til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein av fleiri spennandi filmsverkætlanum, sum føroyska framleiðslufelagið Gró Studios hevur í stoypiskeiðini í hesum døgum, er nú úrvald til framløgu á stórari týskari filmsstevnu.

Upphavsmaður og høvundur handan røðina er Torfinnur Jákupsson, sum eisini skrivaði fyrstu føroysku sendirøðina TROM og nú hevur fleiri verkætlanir um hendi, ið spretta úr bæði føroyskum jørðildi eins og fevna víða út um landoddarnar.

Nýggja røðin fellur innan krimi og thriller sjangruna og ber verandi arbeiðsheitið EVA. Enn kunnu fleiri upplýsingar ikki avdúkast, men fylgir søgan í stuttum einum føroyskum granskara, ið verður drigin inn í eina deyðiliga altjóða samansvørjing.

Røðin, ið er ætlað sum ein altjóða samframleiðsla, er ein av færri enn 20 sendirøðum, sum eru úrvaldar til sonevnda Writers’ Vision Pitch framløgu undir sambindingarátakinum Story Exchange á týsku filmsstevnuni Seriencamp.

Talan er um ein marknað fyri verkætlanir á menningarstigi, ið veitir rithøvundum og framleiðarum av ‘hágóðsku drama’ eitt serstakt høvi at leggja síni hugskot fram fyri sendistøðum, íleggjarum, framleiðarum, vinnuserfrøðingum og øðrum avgerandi stovnum til tess at finna møguligar samstarvsfelagar. Millum tey luttakandi teljast eitt nú umboð fyri Netflix, The Walt Disney Company, Sky, Amazon, ZDF og Arte.

Seriencamp verður hildin 5. til 7. juni og er størsta stevnan av sínum slagi í Týsklandi, ið burturav setur fokus á sendirøðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2024

33 Leygardagur 01. juni 2024

Nýggj frímerki frá Posta

Nýggju frímerkjaútgávurnar mynda eitt nú føroyskar LP-plátur, lívrunna list, Fossá og undirsjóvarmyndir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni gav Posta út nýggj frímerki.

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú føroyskar LP-plátur, lívrunna list, Fossá og undirsjóvarmyndir, skrivar Posta í tíðindaskrivi.

Føroyskar LP-plátur
Frímerkið myndar plátuhúsar, ið umboða bróðurpartin av tí tónleiki, ið var frammi, tá LP-pláturnar høvdu sína stórleikatíð í Føroyum. Hetta var frá seinnu helvt av sekstiárunum og fram til byrjanina av nítiárunum. Her er andaligur tónleikur, fólka-, vísu- og spælimanstónleikur, jazztónleikur, barnatónleikur og rokktónleikur.

Tónleikur til gaman og álvara. Útgávan er sett upp í samstarvi við John Dam.

[object Object]

Lívið undir vatnskorpuni
Undir vatnskorpuni er so sera vakurt. Onkrastaðni ýður tað av lívi av alskyns slagi, og aðrastaðni sæst taraskógurin danda í aldustevi. Harald Bjørgvin hevur tikið vøkru myndirnar, sum mynda Europa-frímerkini í ár.

Fyrra frímerkið myndar eina bertáknu, ið skríður ímóti myndatólinum, og tað seinna myndar fjøruna í Akkersvík. Hendan myndin er heilt serlig, soleiðis at ovara helvt er vísir tað, sum er omanfyri vatnskorpuna, meðan niðara helvt vísir tað, sum er undir vatnskorpuni.

[object Object]

[object Object]

Lívrunnin list II
Súsan í Jákupsstovu hevur verið slóðari í rákinum, sum nú er, tá tosað verður um stuttflutt, at minka um rusk og at brúka okkara heimliga tilfeingi.

Listaverkið á fyrra frímerkinum, “Kavalandslag”, hevur ullinta bakgrund, sum er vovin úr føroyskum tógvi og hevur áseymaðar og broderaðar staklutir. Tilfarið er skræða, vomb, heimagjørt pappír og silki. Verkið “Steinar” á seinna frímerkinum er skulpturur, tveir steinar. Tilfarið er ull, tøvd og formað til steinar, og fyllan er broddur. Originalt verk, og einki umboðar okkara land so væl sum ein steinur.

[object Object]

[object Object]

Fossá
Størstur og glæsiligastur av øllum føroysku fossunum er Fossá, sum liggur sunnanfyri Haldarsvík. Tá turt er í veðrinum er fossurin sjáldan meira enn ein til tveir metrar breiður. Men í regni kemur hann veruliga til sín rætt og er yvir 30 metrar breiður um ovasta tvídeilda fallið. Svarta basaltgrundin økir um dramatiska máttin í hvíta skúminum. Mynd: Marylee Burman.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

34 Leygardagur 01. juni 2024

SaxaVord Space Center klárt at senda rakettir út

Í vikuni varð rúmdarstøðin alment latin upp

Snórurin inn til SaxaVord Space Center verður kliptur (Mynd: SaxaVord Space Center)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin var eitt lítið hátíðarhald á Lamba Ness norðarlaga í Hetlandi, tá fyrsta rakettútskjótingarstøðin í Evropa, SaxaVord Space Center, alment lat upp.

Støðin er nú til reiðar at standa fyri fyrstu rakettútskjótingini úr Evropa, sum væntandi fer fram í august. Tað verður týska rúmdarfelagið Rocket Factory Augsburg, FPA, sum kemur at standa fyri rakettútskjótingini.

Eftir ætlan verða tvær rakettútskjótingar av støðini norðast í Hetlandi í ár, upplýsir Frank Strang, stjóri í SaxaVord Space Center fyri ShetNews.

Tey, sum kliptu snórin inn til SaxaVord Space Center vóru tvey rúmdaráhugað børn, 10 ára gamla Grace Wood og 7 ára gamli Harry Brazier, saman við Mike Mongo, ið er tann, sum stendur fyri at skipa fyri frálæru fyri børn á rúmdarstøðini.

Til staðar var eisini stjórin og stigtakarin Frank Strang. Ætlanin var, at bretski ráðharrin í rúmdarmálum, Andrew Griffith, skuldi vera við til hátíðarhaldið, men hetta gjørdist av ongum í sambandi við at Rishi Sunak, forsætisráðharri, óvæntað skrivaði út nýval í farnu viku.

Men áðrenn hann skrivaði út nýval, og harvið frysti allar politiskar ætlanir í Bretlandi fyribils, náddi bretska stjórnin at seta av 10 milliónir pund at seta í rakettstøðina í Hetlandi. Almenni stuðulin kemur sum eitt lán, men verður við tíðini gjørt um til at gerast ein ognarpartur á fýra prosent í rúmdarhavnini, skrivar ShetNews.

[object Object]

Sambært Frank Strang fall stuðulin frá stjórnini upp á pláss fáar minuttir innan, at Sunak skrivaði út nýval.

Rúmdarbúskapurin er ein hitt skjótast vaksandi virksemisøkið í heiminum í løtuni. Sambært Frank Strang so er rúmsarvirksemið nú vorðin ein drívmegi í bretska og skotska búskapinum, eins og oljan og gassið og virksemið við varðandi orku er. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

35 Leygardagur 01. juni 2024

Skotska stjórnin ynskir tunlar í oyggjunum

Nýggi leiðarin í Skotlandi, John Swinney sigur, at skotska stjórnin er sera vælviljað fyri tunlum í skotsku oyggjunum

Rúmdarstøð í Hetlandi skundar undir tunnlar millum oyggjarnar. Skotar ovfarnir av útbyggingini av infrakervinum í Føroyum og brúka tað sum fyrimynd fyri at avloysa ferjusambond í oyggjunum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði hann ávegis til Hetlands í vikuni, men varð noyddur at setast aftur vegna mjørka.

Hann sigur seg vilja taka málið upp við stjórnina og annars lokalu leiðslunar í oyggjunum, eitt nú Hetlandi. Hetta skrivar Shetland News.

[object Object]

Upp á fyrispurning um hann eisini er hugaður at tosa um undirsjóvartunlar í Hetlandi, eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í kjalarvørrinum á tunnilsgerð í Føroyum seinastu árini, sigur John Swinney, at hann og stjórnin eru sera hugað fyri at hava samrøður við Shetland Islands Council, til tess at koma víðari við nøkrum av uppskotunum um at binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum, um lokalu myndugleikarnir ynskja hetta.  

[object Object]John Swinney, nýggi fyrsti-ráðharrin í Skotlandi, sum sær stórar møguleikar fyri vinnumenning í Hetlandi, um fast samband verður veruleiki. 


Ætlanin við vitjanini í Hetlandi, sum varð avlýst vegna veður, varð m.a. at hitta leiðaran í Hetlandi, Emma Macdonald. Skotski leiðarin sigur seg raðfesta arbeiðið at knýta tættari bond millum skotska meginlandið og oyggjabólkarnar.

Nýggja stjórnin í Skotlandi er fyri at skifta út ferjusambandið við undirsjóvartunnlar og brúka royndir úr Føroyum. Her vísir hann til ætlanir at fáa tunlar at avloysa ferjur til oyggjar sum Yell, Unst og Whalsay. og í hesum sambandi hava umboð fyri myndugleikar í Skotlandi og Hetlandi vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Enn er so eftir at greina fíggjarliga spurningin.

[object Object]

Ein nýggj vinna á oynni Unst í Hetlandi er viðvirkandi til at skunda um kjakið um fast samband, nevniliga “SaxaVord Spaceport”, sum skal hýsa framtíðar útskjótingum av rúmdarrakettum. Eitt fast samband til meginøkið kann fáa sera stóran týdning fyri hesa komandi vinnuna eisini.

Herfyri játtaði bretska stjórnin at stuðla rúmdarútskjótingarstøðini í Hetlandi nærum 100 milliónum krónum í stuðuli.

Nýggi skotski leiðarin sær stórar møguleikar í hesi nýggju vinnuni í Hetlandi sum ein týðandi part av menningini í oyggjabólkinum.

[object Object]Skotskir politikarar hava v vitjað í Føroyum fyri at kunna seg við infrakervið her, m.a. framstandandi Angus MacNeil frá SNP flokkinum úr Hebridunum (Mynd: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

36 Leygardagur 01. juni 2024

Donald Trump dømdur sekur í øllum ákærum 

Eitt nevningating í New York dømdi hóskvøldið fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump sekan í 34 ákærum at hava framt brotsverk í sambandi við forsetavalið í 2016

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir eftir eina drúgva rættarviðgerð, har almenni ákærin hevur ákært fyrrverandi forsetan fyri at hava brotið lógina í eini roynd at krógva og lúgva um brúk av pengum í sambandi við forsetavalstríðið í 2016.  

Talan er um ein tann mest søguliga dómin í amerikanskari søgu, tí hetta er fyrstu ferð, at ein fyrrverandi forseti verður dømdur fyri at hava framt brot á lógina. 

Donald Trump hevur longu kallað dómin fyri eina roynd at spenna bein fyri sær í stríðnum at gerast forseti aftur og skuldsetur verandi forseta Joe Biden at standa aftanfyri. 

Roknast kann nú við, at Trump fer at fara víðari til hægri rætt við dóminum. 

Enn veit eingin, hvørja avleiðinga dómurin fer at fáa fyri Trump. Fleiri greinarar siga, at sjálvt um Trump fær fongsulsdóm, so kann hann kortini stilla upp til komandi forsetaval. 

[object Object]

Amerikanski forsetin hevur longu úttalað seg um avgerðina hjá nevningatinginum og sigur, at eingin er omanfyri lógina. 

Enn er ógreitt, hvønn dóm Donald Trump fer at fáa. Talan kann vera bæði um eina minni revsing men eisini eina fongsulsrevsing. Í hvørgum føri fer hetta at forða honum í at stilla upp til komandi val. Spurningurin er so um, hvat veljararnir fara at siga til hesa avgerðina. 

Dómur fellur í málinum 11. juli, men uttan iva fer Donald Trump at appelera dómin til hægri rætt og í síðsta enda til Hægsta Rætt. Hetta kann taka mánaðir ella ár. 

Keldur: CNN, BBC, DR, NRK, The New York Times, Washington Post, MSNBC

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2024

37 Leygardagur 01. juni 2024

Stjørnufrøðingar funnið nýggja gongustjørnu, ið líkist okkara

Gongustjørnan, ið hevur fingið navnið Gliese 12 b er "bert" 40 ljósár frá okkum, sigur Nasa

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stjørnufrøðingar hava funnið eina nýggja gongustjørnu, sum líkist okkara Jørð, og hetta kann vera avgerandi fyri framtíðar rúmdargransking, boðar amerikanska rúmdarfyrisitingin Nasa frá í tíðindaskrivi.

Gongustjørnan hevur fingið navnið Gliese 12 b, og hon er nærmasta gongustjørna, sum hevur áleið somu stødd og temprað veðurlag, sum Jørðin.

Gliese 12 b er 40 ljósár frá okkum - tað svarar til 380 billiónir kilometrar. Til samanberingar eru 380.000 kilometrar millum Jørðina og Mánan, og tá Mars er tættast við okkum, er fjarstøðan 55 milliónir kilometrar, meðan hon er 400 milliónir kilometrar, tá Mars og Jørðin eru longst frá hvørjumøðrum.

Tað er ikki óvanligt, at stjørnufrøðingar finna nýggjar gongustjørnur, sum líkast okkara. Tað er komið fyri fleiri ferðir seinastu árini. Tað, sum er serligt hesaferð er fjarstøðan millum Gliese 12 b og Jørðina, sum sambært Nasa "bert" er 40 ljósár. Í 2017 varð ein onnur jørðlíknandi gongustjørna funnin, men hon var 101 ljósár frá okkum - svarandi til 960 billiónir kilometrar, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

38 Leygardagur 01. juni 2024

HB og TB hava fyrimunin eftir fyrru hálvfinalunar

Tvey tey bestu liðini í Føroyum higartil í ár spældu eina framúr hálvfinalu í Gundadali mikukvøldið: Gott spæl, inntensitetur og dramatikkur - Jacob Johansson skoraði einasta málið í 13. minutti

Jacob Johansson legði HB á odda tíðliga í dystinum, og so gjørdi HB sum liðið so ofta fyrr í ár hevur gjørt (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann higartil helst besti fótbóltsdysturin á føroyskari jørð í 2024 varð spældur í Gundadali mikukvøldið. Tey bæði bestu liðini higartil, HB og Víkingur, hittust, og stoyttu av álvara saman: Tey skiftust um at flyta bóltin væl, nógvir góðir tekniskir smálutir vóru, høgur inntensitetur, sterkt verju- og málmansspæl. Tað vóru eisini nógvir áskoðarar, sum vóru mælskir, í Gundadali.

Tað varð keglast á og uttan fyri vøllin: Samanlagt átta gul kort og eitt reytt kort varð givið. Adolfo Sormani fekk tað eina kortið, tá fjórði dómarin hevði fingið nóg mikið:  Í HB-leguni kann man kanska seta eitt lítið spurnartekin við útvísingina, sum Ejvind Restorff Mouritsen fekk, men víkingarnir kunnu av álvara vera ónøgdir við, at teir ikki fingu brotsspark í yvirtíðini.

HB byrjaði betri, og í 13. minutti sló Jacob Johansson til. Danski áleyparin fyllur ikki so nógv í spælinum, men hann hevur eitt evni at vera ár rætta staðnum, og beina bóltarnar inn. Soleiðis var eisini hesuferð eftir at vælleikandi Viljormur Davidsen legði innfyri.

Víkingarnir settu seg síðani meira á spælið men høvdu heldur ilt við at skapa upplagdar málmøguleikar í 1. hálvleiki. Eitt kolldømt mál var, tá Finnur Justinussen var rangstaddur. HB hótti ikki so nógv seinasta partin av 1. hálvleiki men vardi væl. Dysturin vísti aftur, at Mattias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi og Viljormur Davidsen er ein stinn bakketa, við Teiti Matras Gestssyni aftanfyri.

Víkinga-verjan hevur eisini havt eitt flott kappingarár, og Bárður á Reynatrøð vísti aftur dygdir í málinum. Leirvíkingurin á landsliðnum hevði tvær stórbjargingar eftir steðgin, tá HB hótti við at økja. Serliga var seinni møguleikin hjá Mikkel Dahl stórur.

Neyðugt var sanniliga eisini at verja fyri. Teir ljósabláu høvdu fleiri vandastøður. Tættast var Poul Kalsberg við flottum beinleiðis frísparki. Teitur Matras Gestsson fekk akkurat fingrarnar á, og bólturin rakti yvirleggjaran.

Fleiri myndir frá dystinum

Ímóti endanum vantaði seinasta góðskan og skerpni hjá Víkingi í og kring brotsteigin. Eisini eftir at Jørgen Nielsen og Jákup Johansen komu inn, og HB endaði í undirtali. Ejvind Restorff Mouritsen fekk beinleiðis reytt kort í 80. minutti, eftir at hann steðgaði Jákup Johansen í gjøgnumbroti. Hetta var við harðari takkling aftanfrá. Kanska heldur tunt, Sormani, hjálparfólk og spælarar vóru eisini í øðini, men Rúni Gaardbo helt seg til lógbókina.

[object Object]
HB'arnir ikki samdir í dóminum, eftir at Jákup Johansen varð jarðlagdur (Mynd: Sverri Egholm)

Í yvirtíðini hevur dómarin helst ikki sæð støðuna nóg væl, tá Bartal Wardum - helst ótilvitað - sló bóltin í brotsteigin. Útfrá upptøkunum sá tað út til at vera eitt greitt brotsspark, men Víkingur fór av vøllinum uttan nakað mál og skal venda tí í Sarpugerði um tríggjar vikur.

Eftir dystin keglaðust spælarar við dómaratoymi, og tað var heitt ímillum høvuðsvenjararnar. Jóhan Petur Poulsen hevði at Adolfo Sormani, sum hevði eitt kort fyri kjataslit, og at tað stendur nógv uppá spæl millum fremstu liðini í føroyskum fótbólti er týðiligt. Finaluplássið er uppá spæl 19. juni - síðani HB var í Sarpugerði í mars hevur havnarfelagið gjørt eitt ting ógvuliga væl: Vunnið fótbóltsdystir. Í kvøld talan um tólvta sigurin á rað í øllum kappingum.

[object Object](Skígjamynd: tv.fo)

B36 tapti fyri stinnum TB-liði í Trongisvági

Sirena, stríðsvilji, frøi, bensin og fagrir finaludreymar. Tað angaði sterkt við Stóra mikukvøldið, har fótbóltslagið var framúr, eftir at TB framdi eitt flott avrik móti Beteideildarliðið í stríðnum um at koma í steypafinaluna.

Liðið hjá Markus Thorberg hevur ikki tapt í tveir mánaðir, og hevur nú vunnið seg nær einari steypafinalu. Ikki tí; nógv er eftir at fremja. 90 minuttir eru eftir í Gundadali. Men við tí andanum TB spælir í, og tí støðu B36 er í, veit man als einki við vissu eftir TB-sigurin - hóast ein deild er millum liðini, og stórur munur er á, hvussu stórar fíggjarligar íløgur eru gjørdar í hóparnar.

B36 byrjaði við nøkrum landsliðsspælarum, nøkrum útlendskum spælarum, tveimum ungum av “teirra egnu”, umframt monnum sum Hannes Agnarsson og Michal Przybylski, sum ikki hava spælt nógv í ár.

Teir megnaðu ikki at lata TB heilt upp, og menn sum Kryger Lindh og Dälugge vórðu settir inn í 2. hálvleiki. Teir fingu heldur ikki hol á imóti vælskipaðu “sebraunum”. Royndi Gilli Rólantsson Sørensen stýrdi verjuni væl, og fekk góða hjálp av Ndende seint í dystinum.

Rundanum var góð blanding av royndum og ungum lokalu kreftum, sum arbeiddu 100 prosent og við hjartanum. Norðmaðurin Anders Tønnesen gjørdi sítt í málinum, nakað av hepni var við, og heilt seint í dystinum fekk TB gyltan møguleika at leggja seg á odda.

Heini Ziskason Viðoy dømdi brotsspark, og tað setti Nikolei Johannesen trygt í málið. 1-0 og stórur fagnaður við Stóra.

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudagin 29. mai

HB - Víkingur 1-0 (1-0)
13' 1-0 Jacob Johansson (Viljormur Davidsen)
Reytt kort: Ejvind Restorff Mouritsen

TB - B36 1-0 (0-0)
90' 1-0 Nikolei Johannesen 1-0 (brotsspark)

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 19. juni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2024

39 Leygardagur 01. juni 2024

Nøkulunda sama støða í oddinum

Víkingur og HB greiddu sína skyldu á heimavølli eftir nakað av baksi og á heilt ymiskan hátt. B36 var á odda 2-0 við Løkin, men tað endaði við javnleiki

B36 fekk bert eitt stig móti NSÍ, hóast tað var 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Sammy Skytte, ið sæst aftanfyri Mattias Hellisdal, skoraði sigursmálið fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dystir í 11. umfari í Betrideildini vórðu spældir leygardagin. Tey bæði liðini við fullum stigatali vunnu sum væntað - Víkingur stórt og HB tepurt - og tey bæði liðini, sum helst fara at kappast um 4. plássi, spældu javnleik.

Heimaliðið legði bragdliga fyri við Løkin og átti verið á odda íhvussu er 1-0 eftir fyrsta korterið. B36 ressaðist tó við og tók yvir. Í 33. minutti fekk Zean Dalügge bóltin heldur tilvildarliga við sær, men áleyparin hevði síðani eitt dreymahøgg úr umleið 25 metrum, sum Kristian Joensen bert fekk fingrnar á. Fimm minuttir seinni fekk B36 nógv pláss í høgru, og tað gagnnýttu fyrrverandi AB-spælararnir, Bjarki Nielsen og Marius Kryger Lindh.

0-2 og tað sá út til, at B36 fór at nærkast NSÍ og 4. plássinum á stigatalvuni. NSÍ gjørdi tó eins og í steypadystinum millum liðini 16 dagar frammanundan: Javnaði til 2-2 við tveimum málum í 2. hálvleiki. Í 70. minutti var tað innskifti Steffan Løkin, ið skoraði, og tríggjar minuttir seinni breyt ein annar innskiftari, Beinir Nolsøe, ígjøgnum í vinstru síðu. Hann legði inn fyri, óskil í B36-verjuni, og so kundi Klæmint Andrasson Olsen skora sítt samanlagt fjórða mál ímóti B36 í ár.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen hevur serliga havt gott tak á B36 í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Liðformaðurin Jann Benjaminsen noyddist av vølli við skaða á sínum gamla heimavølli. Tá var 0-2 - enn ein tungur dagur fyri B36, sum hevur 15 stig fyri 11 dystir. Ovastu liðini hava tvífalt so nógv stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

1-0 og 5-1 til ovastu liðini

HB var ikki sannførandi móti botnliðnum ÍF, sum var væl betri skipað enn í 4-0 dystinum millum liðini fyrr í ár. Onkrar góðar støður vóru eisini hinvegin, men tað var sanniliga ikki tann mest undirhaldandi dysturin. HB fekk tó sín níggjunda sigur á rað í Betrideildini.

HB fekk einsamalla málið í heldur ivasamari støðu: Tað sá út sum, at Áki Samuelsen gjørdi fríspark ímóti Jhon Mena á ÍF-hálvuni, Jóhan Hendrik Ellefsen lat ikki við seg koma, Áki og Mikkel Dahl flutt bóltin víðari til Sammy Skytte, ið aftur skoraði ímóti ÍF. Hetta var tað einasta í dystinum.

[object Object]Geza David Turi í 1. umfari ímóti Oddi Petersen og 07 Vestur. Miðvallarin skoraði tvey mál eftir hornaspark leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 Vestur gav áskoðarunum í Sarpugerði ein hvøkk. Víkingur hevði bóltin væl meira fyri steðgin, og Martin Klein Joensen hevði risamøguleika at leggja heimaliðið á odda, men so stútaði ein fríur Marcus Isager bóltin uppum Bárð á Reynatrøð til 0-1. Jóhan Petur Poulsen og Víkingur fingu tó rættað tingini til 2. hálvleik, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen komu á vøllin, og eftir 65 minuttir var 3-1.

Tað endaði 5-1. Víkingur var sannførandi eftir steðgin í Sarpugerði, har 07 Vestur eisini fall saman, og í løtum ikki sá út sum eitt Betrideildarlið. Hetta sást millum annað í trimum hornasparksstøðum, sum heimaliðið kundu gagnnýta, og í nøkrum verjustøðum.

KÍ og EB/Streymur vunnu trygt

Teir báðir seinastu dystirnir 11. umfari vórðu spældir sunnudagin. Báðir endaðu við greiðum heimasigrum.

Skála skapti gamaní nakrar stórar málmøguleikar í Streymnesi - serliga fyri steðgin - men hesaferð fekk EB/Streymur stig burturúr. Tað vóru ungir spælarar, sum eru komnir til felagið í vetur, ið skoraðu málini: Eyðsýndi Emil Weihe Joensen eftir hornaspark í fyrra hálvleiki og stutt eftir steðgin Jens Erik Bruhn og Suni Herman Petersen. Vengurnir søktu bóltin væl, og EB/Streymur hevði neyðuga skerpni.

KÍ hevði trupulleikar við at fáa tað hanga saman í fyrra hálvleiki á heimavølli móti B68, men beint fyri steðgin og beint eftir steðgin bragdaði.

Fyrst var tað Pætur Petersen upp á ein returbólt - meðan Áki Johannesen var úti til viðgerð - og síðani Páll Klettskarð eftir bólt frá Árna Frederiksberg. 2-0, ró hjá KÍ og løtu seinni endurtóku Árni og Páll við flottari máli.

9'arin hjá KÍ er toppskjútti í deildini og hevur nú 12 mál í 11 dystum. Innskifti Jonn Johannessen fekk seinasta orðið við góðum stútara. Skaðadarvaði klaksvíkingurin skoraði seinast fyri beint yvir einum ári síðani. KÍ hevur vunnið seks dystir á rað í Betrideildini og bert latið eitt mál inn hetta tíðarskeiðið. Trý stig upp til HB og Víking - hetta vikuskiftið júst Víkingur.

Betrideildin menn, 11. umfar
Leygardagin 25. mai

HB - ÍF 1-0 (1-0)
34' 1-0 Sammy Skytte (Mikkel Dahl)

NSÍ - B36 2-2 (0-2)
33' 0-1 Zean Peetz Dalügge (Jelle van der Heyden)
38' 0-2 Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen)
70' 1-2 Steffan Løkin (Petur Knudsen)
73' 2-2 Klæmint Andrasson Olsen (Beinir Nolsøe)

Víkingur - 07 Vestur 5-1 (0-1)
34' 0-1 Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen)
59' 1-1 Geza David Turi (Arnbjørn Svensson)
62' 2-1 Finnur Justinussen
65' 3-1 Finnur Justinussen (Ari Olsen)
73' 4-1 Geza David Turi (Poul Kallsberg)
90' 5-1 Olaf Bárðarson (Jørgen Nielsen)

Sunnudagin 26. mai

KÍ - B68 4-0 (1-0)
43' 1-0 Pætur Petersen (Claes Kronberg)
46' 2-0 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)
67' 3-0 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)
69' 4-0 Jonn Johannessen (Claes Kronberg)

EB/Streymur - Skála ÍF 3-0 (1-0)
42' 1-0 Emil Weihe Joensen (Virgar Jónsson)
50' 2-0 Jens Erik Bruhn (Bergur Poulsen) 2-0
53' 3-0 Suni Herman Petersen (Mikkjal Hellisá)

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 10 stig 
8. EB/Streymur 7 stig  
9. B68 3 stig 
10. ÍF 3 stig  

Komandi dystir

Leygardagin 1. juni:
Kl. 17: B68 - EB/Streymur
Kl. 17: Skála ÍF - ÍF

Sunnudagin 2. juni:
Kl. 15: B36 - 07 Vestur
Kl. 15.15: KÍ - Víkingur
Kl. 19: EB/Streymur - KÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

40 Leygardagur 01. juni 2024

HB uttan Emmanuel næstu vikurnar

Hann hevur fingið staðfest brot í skinnabeininum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Orsakað av manglandi arbeiðsloyvi var hann ikki at síggja á vøllinum fyri HB fyrr enn í 8. umfari móti B36, men nú er tað ein skaði sum ger, at tað gongur ein løta, áðrenn Emmanuel Duah aftur verður at síggja í dysti.

HB skrivar á heimasíðuni, at Emmanuel í seinna hálvleiki fekk eina heldur óhepna takkling, sum gjørdi, at hann mátti skiftast út.

- Hóast hann var aftur á vøllinum í nakrar minuttir í síðstu viku, merkti hann enn nakað til skaðan. Og vit mugu tíverri staðfesta, at talan er um eitt brot á skinnabeinið, og tí verður hann ikki tøkur komandi vikurnar. Fyrsta metingin er, at hann verður aftur á venjingarvøllinum fyrst í august mánað, skrivar hb.fo.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

41 Leygardagur 01. juni 2024

Silas og Gullbrandur á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen aftur eftir langtíðarskaða, og Samuel Chukwudi, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic eisini við aftur. Nógvir skaðar til Baltic Cup

Samuel Chukwudi hevur spælt fast og hevur spælt væl fyri HB í ár. Ungi miðverjin, sum fekk sínar fyrstu A-landsdystir í november 2022, var úti so at siga alt síðsta ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Håkan Ericson kunngjørdi mánadagin hópin, sum í juni skal spæla tveir venjingarlandsdystir. Hetta í Baltic Cup, har Føroyar eru bodnar við.

Hópurin, sum Håkan Ericson og toymi hava úttikið, til Baltic Cup:

Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Miðvallarar:
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Arnbjørn Svensson, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

Nógvir skaðar seta sín dám á. Hesir eru so skaðadarvaðir, at teir ikki eru tøkir: Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Mads Boe Mikkelsen, Hallur Hansson, Andrass Johansen og Sølvi Vatnhamar. Ári Mohr Jónsson er eisini júst komin aftur frá skaða.

Teitur Matras Gestsson er upptikin av próvtøkum um tvær vikur, og málverjin verður harvið ikki við. Hetta gevur pláss til Silas Eyðsteinsson, sum bert hevur spælt ein Betrideildardyst í ár.

Eins og vágamaðurin, er Gullbrandur í Horni Øregaard - ið eisini hevur ættarbond til Sandavágs -  við fyri allarfyrstu ferð. Hann hevur seinastu árini spælt fast á U21-landsliðnum og spælir eisini fast í miðverjuni hjá Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini. 

[object Object]
Gullbrandur Øregaard í U-21 landsdysti fyri Føroyar ímóti Kroatia. Tá spældi hann á miðvøllinum, vísti styrki og legði upp til mál (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Håkan Ericson á tíðindafundinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Samuel Chukrudi er aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Baltic Cup (venjingarkapping)
Leygardagin 8. juni:
Estland - Føroyar
Lettland - Litava

Týsdagin 11. juni:
Finalan/Dysturin um 3. plássið.

Brandur Olsen avboð - Aron Ellingsgaard boðsendur

Eftirfylgjandi hevur føroyski miðfallarin í Frederikstad í Noregi, Brandur Hendriksson Olsen, givið avboð til dystirnar í Baltic Cup.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Aroni Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi.

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott. Men sæð í ljósinum av, at eg havi havt tveir álvarsamar knæskaðar, sum hava verið drúgvir at komið ígjøgnum, so merki eg at kroppurin hevur brúk fyri einum lítlum steðgi. Tað er einfalda orsøkin til, at eg havi givið avboð til landsliðið hesaferð, sigur Brandur Hendriksson.

Sum avloysara fyri Brand, hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum úttikið Aron Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi. Aron hevur ikki verið partur av A-landsliðnum áður, men er skrásettur fyri fýra U21-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

42 Leygardagur 01. juni 2024

Allan og Valur vunnu European Cup eftir brotskøst

Strandingurin í Vali skoraði trý mál í sjálvari finaluni og var ísakaldur í brotskastskappingini í Grikkalandi, har Valur vann 5-4. Harvið hava Valur og Allan Norðberg skrivað søgu

(Mynd: eurohandball.com)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsta íslendska felagið við einum evropeiskum steypi er Knattspyrnufélagið Valur, og fyrsti føroyingurin at vinna eina evropeiska kapping er Allan Norðberg. Hetta er greitt eftir dramtastiskan dyst frammanfyri yvir 5.000 áskoðarum í Piræus farna vikuskiftið. 

Olympiakos var á heimavølli, og fekk skjótt heintað fýra-máls leiðsluna hjá Vali frá fyrra dystinum. Íslendska liðið helt tó høvdið kalt í nógva larminum, og í mun til samanlagda úrslitið, var tað ógvuliga javnt eftir steðgin.

Nógv stóð á. Valur javnaði í seinasta álopi sínum, og Olympiakos rakti síðani yvirleggjaran. 31-27, samanlagt púra javnt og síðani varð farið beinleiðis til brotskøst. 

Áskoðarnir vóru við heimaliðnum, men øll brotskøstini hjá Vali vóru púra trygg - eisini tað hjá Allani Norðberg, sum legði Val á odda 61-60 samanlagt við fjórða skotinum.

[object Object]
Royndi føroyingurin vísti sínar dygdir í finaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olympiakos javnaði, Valur svaraði aftur, og tað fimta skotið hjá heimaliðnum endaði...ja, á tvørtrænum. Tað fór uppum roynda málverjan Bjørgvin Páll Gustafsson, men skotið var ov høgt. Hjartaskerandi samanlagt tap hjá Olympiakos, men Valur kundi fegnast um søguligan sigur.

[object Object]
Skíggjamynd: handball-kanalen.tv 

30-ára gamli Allan Norðberg av Strondum hevur spælt seks kappingarár í Íslandi. Síðsta summar skifti Allan úr KA, og tað vísti sg at vera ein góð avgerð: Íslendskur steypavinnari í vetur og nú European Cup-vinnari. 

Allan Norðberg átti sjálvur sín stóra leiklut í sigrinum. Hann spældi ikki nógv fyri steðgin, men skoraði væl uppá sítt einsta skot. Allan spældi næstan allan 2. hálvleik í álopinum, og skoraði tvær ferðir - tað eina eftir mótálop og hitt av vonginum. Hann brendi eina skotroynd av høgra vongi, men tá átti at verið dømt brotskast, tí verjuspælari inni í feltinum órógvaði. 

Seinna finalan í European Cup
Piræus, 25. mai

Olympiakos - Valur 31-27. 35-32 (eftir brotskøst) - (61-62 samanlagt)

[object Object]Mynd: EHF / Eurokinissi Sports

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2024

43 Leygardagur 01. juni 2024

Flensburg og Jóhan vunnu finaluna

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, tá Flensburg-Handewitt vann við fimm málum og tók heitið frá Füchse Berlin

30-ára gamli havnarmaðurin er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið næststerkastu evropeisku kappingina
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Finalan í næststerkastu evropeisku kappingini varð spæld í Hamburg sunnukvøldið. Tvey týsk feløg hittust, og ein føroyskur høgri vongur var í hvørjum hópi. Harvið fór ein føroyingur at vera við at vinna kappingina á fyrsta sinni líkamikið hvat. Tann av teimum sum spældi í finaluni endaði við gullheiðursmerki um hálsin.

Jóhan á Plógv Hansen spældi eina frálíka hálvfinalu í Hamburg leygardagin við níggju skotum og níggju málum. Havnarmaðurin hevði eisini níggju skot í finaluni - tað seinasta eitt hoppiskot ímóti endanum, sum ongan týdning hevði. Jóhan hevði tó avbjóðingar av Dejan Milosavljev fyrstu løtuna. Málverjin hjá Füchse hevði tvær stórbjargingar í sambandi við skot av høgra vongi.

Jóhan á Plógv fekk tó samanlagda yvirtakið, og skoraði fimm ferðir. Tað eina málið í 2. hálvleiki stóð hann púra sjálvur fyri: Fiskaði bóltin í verjuni, streyk avstað og økti trygt til +4.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen fekk nógv skot fyrstu løtuna. Eftir misjavna byrjan fekk fyrrverandi Kyndla-vongurin tamarhald á tí (Mynd: EPA)

Tað var Füchse Berlin, sum byrjaði dystin betri, men í stegðinum var Flensburg-Handewitt á odda við einum máli. Tað leikaði javnt á eina góða løtu, men so fór Flensburg frá. Tað sá út til, at liðið hjá Nikolaj Krickau hevði fleiri streingir at spæla uppá, og tað bilti ikki nakað serligt, at Jim Gottfridsson fekk beinleiðis reytt kort fyri at av óvart koyra armin upp í andlitið á Mathias Gidsel.

Júst Gidsel hevði Flensburg-Handewitt sum heild fínt tamarhald á: Heimsins besti hondbóltsspælari skoraði seks ferðir av 14 møguligum. Kevin Møller stóð væl í málinum við 13 bjargingum (31 prosentum).

Ímóti endanum var eingin ivi, og so kundu teir hjá Flensburg-Handewitt fegnast. Hetta var aðru ferð, at stóra felagið vann hesa kappingina - fyrru ferð var í 1997. Jóhan á Plógv Hansen spældi stóran leiklut hetta vikuskiftið. 30-ára gamli vongurin umboðar Danmark í landsliðshøpi, men er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið European League. 

Hákun West av Teigum var als ikki á vøllinum í finaluni. Hann og liðfelagarnir enda við silvuri í European League og í Bundesliguni. Füchse Berlin vann European League í fjør og hevur verið í sjey av teimum seinastu níggju finalunum.

EHF Finals (European League Final Four) 
Finalan - sunnudagin 26. mai
SG Flensburg-Handewitt - Füchse Berlin - 31-36 (15-14)

Jóhan á Plógv Hansen 5 mál (9 skot)

Füchse Berlin skal spæla í Champions League næsta ár. Flensburg-Handewitt skal aftur spæla í European League vegna 3. plássið í Bundesliguni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

44 Leygardagur 01. juni 2024

Óli og Sävehof eru svenskir meistarar

Sävehof kom av álvara omaná eftir steðgin í Ystad, har Óli Mittún veruliga gjørdi mun. 18-ára gamli hoyvíkingurin varð kosin dagsins maður. Hann skoraði níggju mál og hevði átta upplegg í avgerandi finaluni

- Óli Mittún varð kosin dagsins maður í fjórðu finaluni. Føroyingurin fekk ferð og góðsku í spælið í serliga seinna hálvleiki (Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ystad, Svøríki (Portalurin): IK Sävehof hevði ávísar trupulleikar í fyrra hálvleiki í fjórðu SM-finaluni týskvøldið. Tað leikaði javnt á, men Ystad fór framum fyri steðgin, og útiliðið skoraði bert ellivu mál. Eftir steðgin var søgan tó ein heilt onnur.

Nógv meira ferð kom í spælið, Sävehof fekk fleiri av teimum "løttu málunum" - í kontraspælinum eftir at Ystad kastaði bóltin burtur - og Oscar Sävinger hevði neyðugu bjargingarnar í málinum. Hann avloysti skadda liðformannin Simon Möller, sum hjálpti til á bonkinum.

Óli Mittún var á bonkinum í løtum í fyrra hálvleiki - hetta fyri at sparast eitt sindur. Í 2. hálvleiki spældi 18-ára gamli hoyvíkingurin tó so at siga fulla tíð í álopinum og leingi sum tvey'ari í verjuni.

At ungi føroyski bakspælarin gjørdi stóran mun er ikki ov lítið sagt. Óli tók stóra ábyrgd, tá Sävehof fór frá og avgjørdi dystin. Samanlagt skeyt Óli Mittún níggju mál, og hevði hann átta upplegg - bæði greitt flest í dystinum har svenska legendan Kim Andersson var á hinum liðnum. 

Nummar 78 gav verjuni hjá Ystad nógv høvuðbrýgg, fekk ferð og góðsku í spælið, og fleiri mál og upplegg vóru heilt flott. Nøkur brend skot komu, men Óli varð uppiborið kosin til dagsins spælara.

Tað er tó steypið, sum ungi føroyingurin nú kann fegnast mest um. Tað glapp í finalunum í fjør. Seinast Sävehof vann svenska meistaraheitið var í 2021 - í fyrsta árinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Nú er systkinabarnið eisini svenskur meistari hjá teimum vaksnu og var hann eisini ein stórur profilur.

Fjórða og avgerandi SM-finalan
Ystad Arena, 28. mai
Ystads IF - IK Sävehof 27-32 (13-11) 1-3 í finalum

[object Object]

[object Object]SM-meistarin Óli Mittún saman við familju og kenningum, sum vóru komnir at hyggja. Frá vinstru bróðurin Pauli, pápin Petur, Ásvald Simonsen og liðvelagin á landsliðnum, Pauli Jacobsen (Mynd: Agnar Prestá)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2024

45 Leygardagur 01. juni 2024

Átta ungdómslandsdystir um vikuskiftið

U16 menn fáa vitjan av íslendingum, meðan U16 kvinnur, U18 kvinnur og U20 menn fara til Íslands

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið kemur íslendska U16-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Samstundis fara trý landslið til Íslands at spæla vinardystir. Talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn.

Dystirnir í Føroyum vera í dag á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði. Báðir dystirnir eru klokkan 15.

Dystirnir í Íslandi verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri, sum er heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Enn eru endaligu tíðspunktini ikki ásett, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Tey, sum eru úttikin til dystirnar, eru:

U16 menn
Málverjar:
Micah Wardum, H71
Jákup Müller, Neistin
Rókur av Skarði, Neistin
Brandur á Líknargøtu, VÍF

Útileikarar:
Jóan Petur Mortensen, H71
Regin Dam, Neistin
Jákup Jacobsen, KÍF
Gilli Reginsson, Neistin
Jógvan í Lon, H71
Teitur Hellisdal, Kyndil
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hugin Halgirsson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Gabriel Petersen, Kyndil
Sámal í Selvindi, StÍF
Rani Johannesen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Neistin
Ragnar Heinason, H71
Brandur Dánialsson, Kyndil
Árni Lassen, Neistin
Ronni Reyðberg, Team Klaksvík
Dávid Høganson Viderø, H71

U20 menn
Málverjar:
Tórstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Útileikarar:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Philip Harper Müller, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Høgni Højsted, H71
Eyðbjørn Heini Danielsen, KÍF
Rókur Ziskason, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Búi Poulsen, Grindsted IF
Óla Jákup Olsen, VÍF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Høgni Heinason, H71

U18 kvinnur
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Maria Beder, VÍF
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Ró Reginsdóttir, Kyndil
Helena Magnusardóttir, H71
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Fjóla Skaalum Vilhelm, Ikast FS
Sigrid Eidesgaard, EB
Elida Joensen, Ikast FS
Katrin Hansen, Ajax København
Lív Rouch, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Joan Johannesen, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Sofie Højgaard, EH Aalborg

U16 kvinnur
Málverjar:
Lý Haraldsen, EB
Mai Olivia Høgnadóttir, VÍF

Útileikarar:
Halla Haldansen, VÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Martha Rógvadóttir Thorsen, VÍF
Maria Petersen, Tjaldur
Sólveig Ripley, H71
Leona Djurhuus, VB
Anna á Borg, H71
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Lív Berg á Lag, H71
Emily Andresen, Kyndil
Meta av Fløtum, Neistin/ÍA
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Karin Durhuus, BK Ydun

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024

46 Leygardagur 01. juni 2024

Einki heiðursmerki til Sverra

Sverri Sandberg Nielsen endaði sum nummar fýra í A-finaluni á World Cup-stevnuni í Lucerne

(Mynd: World Rowing)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum fjórða plássi í A-finaluni í einskullara hjá monnum, sum varð avgreidd í Lucerne farna vikuskiftið.

Tað var niðurlendski Simon van Dorp, sum varð fyrstur á mál við tíðini 6.48.29. Beint í hølunum á honum var heimsmeistarin úr Týsklandi, Oliver Zeidler, ið hevði tíðina 6.49.33.

Triðja plássið tók Yauheni Zalaty, sum kappaðist undir uttanveltaðum flaggi. Hann hevði tíðina 6.55.20. Sverri kom á mál fýra sekund seinni, við tíðini 6.59.82, og síðstur á mál var bulgarski Kristian Vasilev við tíðini 7.01.99.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2024

47 Leygardagur 01. juni 2024

Skúlaleikir tryggjaðir til og við 2027

Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum, og nú er stuðulin longur við trimum árum. Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum. Sostatt eru leikirnir tryggjaðir fleiri ár fram

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir eru ein sólskinssøga. Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað skúlar og flokkar kring landið.

- Skúlaleikir geva so nógv. Vit fáa rørslu inn í miðdeildina í skúlanum, vit eggja ítróttalærarum til, samstundis sum tað eisini er sosialt, stuttligt – og eitt sindur av kapping. Hevur tú verið til eina slíka stevnu, ivast tú ikki longur í, hvat rørslugleði er, sigur Elin H. Joensen forseti í ÍSF, sum er stigtakari til Skúlaleikir.

Skúlaleikir trý ár fram
Undirtøkan fyri Skúlaleikum er óalmindiliga góð. Nærum 2000 næmingar vóru við í ár. Tað eru umleið 90% av næmingunum í 4., 5. og 6. flokkunum í Føroyum. Afturmeldingarnar eru góðar. 74% av ítróttalærararnir siga, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90 prosent av lærarunum siga seg vilja vera við aftur komandi ár.

Eisini næmingarnir taka sera væl ímóti Skúlaleikum. Tað merkist á góða lagnum, tá ið stevnurnar eru, at ítróttagleði og samanhald eru í miðdeplinum.

Eisini ítróttagreinarnar, sum eru við og leggja lag á leikirnar, lata væl at. Og fleiri ítróttagreinar ynskja at vera við frameftir.

[object Object]

- Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul, og vit eru so sera fegin um, at Betri hevur játtað at stuðla at stuða komandi trý árini afturat. Við Betri og Nordeagrunninnum eru Skúlaleikir tryggjaðir fleiri ár fram, sigur Katrin Dam á Neystabø, sum samskipar leikirnar.

Hetta kemur væl við, tí hjá ÍSF arbeiða tey við at menna leikirnar. Ætlanin er m.a. eisini at skipa ein stóran rørsludag fyri hádeildir, har allir næmingar frá sama árgangi hittast, og har enn fleiri ítróttagreinar eru við.

- Men einki hevði borið til uttan góðar stuðlar og samstarvspartnarar. Nú verða tað Betri og Nordeagrunnurin, sum bera leikirnar fíggjarliga, og vit í ÍSF vóna at halda fram við góða samstarvinum við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Setrið. Vit eru longu byrja at gleða okkum til minst tríggjar Skúlaleikir frameftir, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Nordeagrunnurin hevur valt at stuðla Skúlaleikum við íalt 2,3 milliónum næstu trý árini. Nordeagrunnurin stuðlar m.a. verkætlanum og virksemi, sum styrkja lokala trivnaðin í Føroyum. Betri er framvegis høvuðsstuðul.

Skúlaleikir snúgva seg um at kveikja til rørslu í felagskapi. Meira kann lesast um Skúlaleikir á www.skulaleikir.fo. Tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp tann 1. juni 2024.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2024