Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 26. apríl 2025 | Nr. 17 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Rørandi kærleikssøgan hjá 99 ára gomlu Áslu Kjærbæk

SíÐa 2

1 Leygardagur 26. apríl 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Mismetingar í óðamannaverki

Okkurt bendir á, at vónir eru fyri at komandi Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur í tí óðamannaverki, sum løgmaður og tunnilsfelag annars hava havt ætlanir og vónir um.

Tað tykist tíbetur sum um at fólk eru við at vakna, og reagera serliga upp á tann mest øðrvitisliga partin av tunnilsætlanini, sum gongur út uppá, at vegurin millum tunnilsmunnarnar á Sandoynni skal førast upp á 200 metra hædd eftir Traðarhamri fyri at førast yvir í náttúruvakra og viðkvæma økið millum Vatna og Djúpadal.

Higartil hevur tað verið sum um, at fólk við tilknýti til Suðuroynna ikki rættiliga hava torað at sett seg ímóti ætlanini, sum liggur á borðinum, tí teirra ynski er – sjálvandi – fyri alt í verðini, at farið verður undir arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin so skjótt sum gjørligt. So her hava løgmaður og tunnilsleiðsla ein stóran part av Føroya fólki við sær.

Tí er tað hugaligt at hoyra annan tingmannin hjá Sambandsflokkinum nú mæla til fornuft í undran yvir tað margháttliga í, at alternativini til tær ætlanir, sum liggja á borðinum, ikki verða kannað.

Johan Dahl hevur jú so æviga rætt, tá hann sigur, at løgtingið skyldar landskassanum og framtíðini at gera so stóran ómak við forarbeiðinum sum til ber, so at øll møgulig ivamál eru burtur, tá tingið skal taka avgerðina, tí tað er løgtingið, sum í síðsta enda skal taka avgerðina – ongin annar.

Hugaligt er eisini at hoyra vinnulívsmann av Tvøroyri tala at, og mæla til at støðga á.

Petur Hammer tosar av royndum. Hann var millum teirra, sum eisini talaðu at, tá ætlanir vóru at fara langt niðan eftir vegnum upp um Hovsegg at bora fyri Hovstunnlinum. Táverandi myndugleikar livdu framvegis í teirri trúgv, at best var at gera tunnilin so stuttan sum gjørligt, uttan at taka hædd fyri trygdini (og komfortinum) hjá teimum ferðandi – júst sum løgmaður og tunnilsfelag siga í dag.

Tíbetur fingu tey støðgað ætlanunum tá, so Hovstunnilin varð lagdur beint inn í fjallið, sum skilabest var fyri allar partar.

Nú er bara at vóna, at skilagóð ráð og uppskot verða tikin í álvara, so at vit fáa ein Suðuroyartunnil, har allar hugsandi loysnir eru kannaðar. Á tann hátt fáa vit eina loysn, sum vit kunnu vera errin av og ikki skammast yvir, tí at vit ikki lótu skynsemi ráða av fyrstan tíð.

Slíkum mismetingum hava vit nóg mikið av frammanundan. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2082

    Lisnar síður: 7290

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 26. apríl 2025

Rørandi kærleikssøgan hjá 99 ára gomlu Áslu Kjærbæk

Hósdagin helt løgmaður flaggdagsrøðu fyri umleið 100 gestum í National Liberty Club í London

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, flaggdagsrøðu fyri umleið 100 gestum í National Liberty Club í London. Hetta var partur av hátíðarhaldi, sum sendistovan í London skipaði fyri.

Í ár hevði røðan ein serstakan dám, tí ein av gestunum var 99 ára gamla Ásla Kjærbæk (nú Scaggs) úr Sumba, ið hevur búð sunnan fyri London síðan 1947. Ásla er væl fyri, og fyllir 100 ár í oktober – og bleiv heiðrað í røðuni hjá løgmanni.

Søgan hjá Áslu er bæði serlig og hugtakandi. Hon møtti bretskum hermanni, Stanley Charles Scaggs (Stan), undir øðrum veraldarbardaga, og tey blivu beinanvegin væl. Stutt eftir mátti Stan fara av landinum, og tá kríggið endaði, var Stan merktur av stríðnum og hevði avbjóðingar við at minnast.

Í 1947 fór Ásla til Bretlands at búgva saman við systir síni. Men hon hevði ikki gloymt Stan.

Og tá tað eydnaðist henni at møta honum aftur, hendi nakað heilt serligt. Javnt og samt fekk Stan minnið aftur, tá hann sá Áslu, og kærleikin, ið byrjaði í Sumba í 1943, varð kveiktur aftur.

Tey giftust í 1951. Stan andaðist í 1996.

Tað var við støði í hesi søguni, at løgmaður bar fram flaggdagsrøðu í London. Løgmaður nevndi, at henda bergtakandi søgan vísir, at sambandið millum Føroyar og Bretland snýr seg ikki bara um politiskt samstarv og strategiskar samgongur.

Tað snýr seg eisini um kærleika, fólk og menniskjaligar lagnur.

Les alla røðuna hjá løgmanni her (á enskum)

Til hátíðarhaldið var dóttir Áslu, Freya Haroldsson, eisini til staðar.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

3 Leygardagur 26. apríl 2025

Ein fríkendur og fimm fingu dóm í rúsevnamáli

Seks danir vórðu ákærdir í málinum, sum hevur verið í rættinum hesa vikuna

Stóra rættarmálið hevur verið við Tjarnir hesa vikuna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár fall dómur í Føroya Rætti í stóra málinum um hvítvasking og smugling. Seks danir vóru ákærdir í sambandi við, at TAKS og Føroya Politi í fjør løgdu hald á 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi, 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju. Ein av monnunum var harumframt ákærdur fyri at selja 200 gramm av amfetamini í Føroyum.

Ein samdur dómsmansrættur metti, at fimm av monnunum vóru sekir. Fýra av monnunum vórðu funnir sekir í at hava samstarvað um innsmuglingina av hassjinum til Føroya, eins og tann eini av hesum eisini varð funnin sekur í hvítting av 1,3 milliónum krónum.

Ein av monnunum varð funnin sekur í at hava selt 200 gramm av amfetamini í Føroyum, og tann seinasti av teimum seks varð fríkendur.

Skipaður kriminalitetur og stórar nøgdir av pengum og hassji
Í ásetingini av revsingini legði rætturin m.a. dent á, at talan var um skipaðan kriminalitet, stóra nøgd av pengum og um hassj, sum hevði havt eitt stórt virði, um tað var selt í Føroyum.

Dómarnir fullu soleiðis:
- 23 ára gamal maður: 2 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 29 ára gamal maður: 2 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 34 ára gamal maður: 2 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 35 ára gamal maður: 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 41 ára gamal maður: 1 ár og 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
- 22 ára gamal maður: Fríkendur

Umframt fongsulsrevsingina bleiv hald m.a. lagt á seglbátin, sum hassjið kom til Føroya við, bilin, sum pengarnir vóru goymdir í, hassjið og pengarnar.

Partarnir hava nú 14 dagar at umhugsa, um málið skal kærast.

Skipaður kriminalitetur í Føroyum
Tað áhugaverda í hesum málinum er, at talan bert er um útlendingar. Sambært ákæruvaldinum er rákið, at vit síggja alsamt meira skipaðan kriminalitet í Føroyum. Hetta málið vísir, at tað er ein skipaður narkotikamarknaður í Føroyum, sum orsakað av relativt høgu prísunum, loysir seg væl, og smugling av pengum úr Føroyum er ein "natúrligur" partur av hesi ringrásini.

Avdúkaðir á veg umborð á Norrønu
Í fjør steðgaði TAKS einum bili ávegis umborð á Norrønu. Í bilinum, sum ein av teimum dømdu var førari av, vórðu 1,3 milliónir krónur funnar í reiðum peningi.

Kanningararbeiðið hjá politinum førdi til, at tveir mans afturat vóru handtiknir seinni sama dag nakað omanfyri Kirkjubø, og tá legði Føroya Politi hald á 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju. Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum funnin og handtikin.

At enda leiddi kanningararbeiðið til handtøkuna av sætta og seinasta manninum. Hesin maðurin varð frídømdur fyri tvær av ákærunum, men varð dømdur fyri at hava selt 200 gramm av amfetamini í Føroyum. Hesin maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani januar í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

4 Leygardagur 26. apríl 2025

Smyril til 20 ára klassing, og Galaxy avloysir í heyst

Tá ið samanum kom, var ferðafólkaferjan Galaxy, sum eisini avloysti á suðuroyarfarleiðini í 2017, einasta tøka avloysaraskip

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Smyril, sum kom nýggjur til Føroya í 2005, fer 8. september til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark.

Umframt sjálva klassingina skulu tvær síðurskrúvur setast í aftan, og tríggir av fýra hjálpimotorum skulu skiftast út. Dokkingin varir 8-10 vikur.

At finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, meðan hesin er í dokk, hevur aftur víst seg at vera ein serstakliga trupul og nærum ógjørlig uppgáva. Tá ið samanum kom, var ferðafólkaferjan Galaxy, sum eisini avloysti á suðuroyarfarleiðini í 2017, einasta tøka avloysaraskip.

Galaxy er bygd í Polandi í 1979, og er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Ferjan tekur 350 ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi.

Sigliferðin er 16 sjómíl um tíman. Galaxy fer í dokk fyrst í juni og síðani í summarsigling.

Næsta stórarbeiði umborð á Smyrli er í 2028, tá ið allir fýra høvuðsmotorarnir skulu skiftast út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

5

Størv

Deildarstjóri til FK í Fuglafirði

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2025

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2025

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2025

Starv sum KT-fólk í Løgtinginum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2025

Leiðari til Ordradeildina hjá P/F Poul Michelsen

Meira Umsóknarfreist: 18. mai 2025

Heilsuskúli Føroya søkir eftir undirvísarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2025

Barsilsfarloyvisstarv sum lestrarvegleiðari

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2025

Sjúkrarøktarfrøðingur til Økistænastuna í Sandoy

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2025

Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk og summarferiuavloysarar

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Húsum

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2025

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir løgfrøðingi til aliumsitingina

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2025

Næmingar til Føroya Banka

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2025
6 Leygardagur 26. apríl 2025

Sjúrður Skaale: - Umboð úr Føroyum burdu ikki sitið í Fólkatinginum framyvir

Tað hevði heldur ikki verið rætt, um donsk umboð sótu í Løgtinginum og høvdu stóra ávirkan, sigur annar av føroyski fólkatingslimunum. Anna Falkenberg er ósamd

Sjúrður Skaale hevur sitið sum fólkatingslimir í nærum 14 ár, men Javnaðarmaðurin heldur, at har eru mistøk í skipanini, og at ein "framtíðar Ríkisfelagsskapur" ikki burdi havt fólkatikngslimir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í einari samrøðu við Weekenddavisen í vikuni kom Sjúrður Skaale við einari lítlari bumbu.

Hann hevur nú sitið í Fólkatinginum í nærum 14 ár - er valdur inn har sum umboð fyri Javnaðarflokkin og Føroyar fýra ferðir - men í roynd og veru er hansara mandaat "illegitimt" - ólógligt, og har er eitt mistak í skipanini.

Tað heldur Sjúrður Skaale í øllum førum sjálvur. 

- Tað er talan um ein "systemfeil" í donsku skipanini, tá fýra norðuratlantisk umboð kunnu avgerða eitt fólkatingsval ella um ein ráðharri skal koppast ella ei.

Konteksturin her er greiður, og verður greinaður nakað á tv2.dk. Í 2022 var serliga Lars Løkke Rasmussen ógvuliga ónøgdur við, at politiski "liturin" hjá umboðunum úr Føroyum og Grønlandi gjørdi, at ikki hann, men Mette Frederiksen fekk samráðingarrættin eftir fólkatingsvali.

Aftur nú hava norðuratlantisku fólkatingssessirnir spøkt, tí trý av fýra norðuratlantiskir fólkatingslimir vóru við til at tryggja, at Lars Aagaard, ráðharri við umhvørvismálum, ikki fekk misálit móti sær á fólkatingi. Hann er úr Moderaterne - úr sama flokki sum Lars Løkke Rasmussen - ið nú ikki sær trupulleikan.

- Tað er eitt hýklarí frá donskum fólkatingspolitikkarum, at teir bert eru ónøgdir við íblandan frá mandatunum úr Norðuratlanshavi, tá tað gongur ímóti egnu áhugamálum. 

Hetta sigur politiski viðmerkjarin Morten Nielsen, ið tó heldur, at hóast Sjúrður Skaale hevur eitt áhugarvert sjónarmið, so átti hann bara blanda seg burturúr slíkum stórmálum, sum siður er. Tað vil siga: Ikki greiða atkvøðu

[object Object]
Hann hevur hartað føroysku ávirkanina, men nú tað kann ganga útyvir ein floksfelaga, so sær Lars Løkke Rasmussen ongan trupulleika í, at fólkatingslimir úr Føroyum og úr Grønlandi atvkøða í stórum málum. Slíkt "hyklarí" frá donskum politikkarum er ein trupulleiki verður víst á (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Men Sjúrður Skaale vísir á, at tað at hann fór at atkvøða ímóti misáliti hongur saman við, at hann peikaði á Mette Frederiksen sum samráðingarleiðara eftir valið. Føroyska fólkatingsumboðið vísir við hesum á, at fólkatingsumboð úr Norðuratlantshavi óbeinleiðis hava ávirkan á alt í donskan politikki hvønn dag. Og hetta er skeivt.

- Vit vildu ikki hildið at tað var rættvíst ella gott í Føroyum, um danskir politikkarar sótu í Løtginginum og ávirkaðu.

Harvið sáar Sjúrður Skaale iva um egna starv. Hann vísir á, at tað ikki er sjálv atkvøðugreiðslan hósdagin, sum er trupulleikin men sjálvt prinsippið. Og í "framtíðar ríkisfelagskapinum" skuldi man miðja ímóti, at ein sum Sjúrður Skaale ikki skuldi sitið við borið á Christiansborg til stórar danskar avgerðrir: 

- Eg haldi, at vit skuldu havt ein ríkisfelagsskap, har tað ikki sita umboð fyri Føroyar í tí danska fólkatinginum - líka so lítið sum tað skulu sita donsk umboð í løgtinginum, sigur Sjúrður Skaale.

Ikki óvæntað er Anna Falkenberg ósamd. Sambandskvinnan sær ikki trupulleikan í ovurstóra leiklutinum, sum hon og hini trý fólkatingsumboðini kunnu hava í donskum politikki. 

- Fólkatingslimirnir úr Føroyum og Danmark eru lógligir (legitimir) og hava fullan rætt til eina atkvøðu eins og allir hinir fólkatingslimirnir.

[object Object]
Anna Falkenberg sær slett ikki trupulleikan, sum Sjúrður Skaale vísir á. Sambandsumboðið á Fólkatingið heldur, at Føroyar "sjálvandi" skulu hava umboð á danatingið 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

7 Leygardagur 26. apríl 2025

Sólbjørg skal standa á odda fyri Liberal Alliance næstu tíðina

Alex Vanopslagh verður í barnsburðarfarloyvi til 1. juli, og 33-ára gamli føroyingurin fær størri leiklut í vaksandi flokkinum á Fólkatingi. - Sólbjørg hevur víst, at hon er eitt av teimum størstu talentunum í donskum politikki

Alex Vanopslagh og Sólbjørg Jakobsen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon hevur gjørt vart við seg sum lokalpolitikkari í Norðurjútlandi, og í 2022 royndi Sólbjørg Jakobsen seg í landspolitikki.

33-ára gamla kvinnan úr Eysturoynni kom inn fyri Liberal Alliance, ið hevði eitt kanónval.

Floksformaðurin, Alex Vanopslagh, hevur eisini havt stóra framgongd seinastu árini. Nú tekur hann eitt fet aftur í eina tíð: Talan er ikki um nakra politiska skandalu, men um barnsburðarfarloyvi: Vanopslagh verður burtur frá Fólkatingsarbeiði og øðrum frá 24. apríl, til 1. juli - hann verður bert við til ein stóran fund grundlógardagin.

Tað verður føroyingurin í Liberal Alliance, sum skal røkja meginpartin av hansara uppgávum. Hetta hevur Alex Vanopslagh sjálvur boðað frá á Facebook-síðu sínari. Hann hevur nógv gott at siga um nýggja stjørnuskotið:

- Tað verður Sólbjørg Jakobsen, sum fer at taka yvir fyri meg í forfólkakjakum, í spyrjutímum við statsminastaran o.s.fr. 

- Sólbjørg hevur, síðani hon varð vald á Fólkating, víst, at hon er eitt av teimum størstu talentunum í donskum politikki.

Við TV2 Nord sigur Sólbjørg, at hon gleðir seg, og at hon fer at gera sítt besta - við góðum stuðli. Føroyski politikkarin í Danmark hugsar ikki um forfólkasessin framyvir.

- Eg haldi, at vit hava heimsins besta forfólk í Alex. Eg gleði meg til at fáa hann aftur. Vit skulu nokk "halda skrúvini í vatninum", meðan hann hevur eitt væluppiborið barnsburðarfarloyvi. Eg eri eldri enn hann, og eg vænti, at hann "yvirlivur meg". Hann skal helst verða so leingi sum møguligt, tí hann stendur seg framúrskarandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

8 Leygardagur 26. apríl 2025

Sissal sleppur ikki at brúka Merkið í Eurovison

Danmarks Radio boðar á flaggdegnum frá, at føroyska flaggið ikki sleppur at verða brúkt tá Sissal fer at syngja í Eurovision í mai

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Merkið veittrar kring landið í gjár og vit kundu hátíðarhalda, at tað eru 85 ár síðan at tað bleiv viðurkent.

Men tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn luttekur í Eurovison í maimánaði, verður einki føroyskt flagg. Í øllum førum ikki í sonevnda "green room". Hetta er staðið, har luttakararnir sita áðrenn og aftaná, teir hava verið á palli.

Danmarks Radio hevur nevniliga fingið upplýst frá EBU, at luttakararnir bara kunnu nýta almenna flaggið fyri landið, sum tey umboða, tá Eurovison verður sent.

Orsøkin er, at hóast Føroyar er partur av danska ríkisfelagsskapinum, so umboðar Danmarks Radio bara Danmark í kappingini, og tískil er bara Dannebrog loyvt.

Fyriskipararnir hava broytt reglugerðina um fløgg, tí tað í fjør bleiv nakað av orðaskifti um nýtsluna. Vinnarin í fjør, Nemo, veittraði við bæði sveisiska og "nonbiner" flagginum. Aðrir luttakrar høvdu eisini prideflagg við sær í "green room". Tað ber ikki til sambært nýggja flaggpolitikkinum hjá Eurovision.

Eurovision verður um miðjan mai. Undanumførini verða 13. og 15. mai og sjálv finalan 17. mai. Sissal og Danmark luttaka í seinna undanumfarinum, hósdagin 15. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

9 Leygardagur 26. apríl 2025

Gransking við Bønhústoftina í Leirvík

Hetta arbeiðið er raðfest í sambandi við, at gøta skal gerast runt um toftina

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøkk fyri bøkk, og gjørt kanningar við GPR-tóli (Mynd: eysturkommuna.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøkk fyri bøkk, við Bønhústoftina í Leirvík.

Tey hava gjørt kanningar við GPR-tóli (Ground Penetrating Radar), ið kann visa á, hvat finst undir moldini.

Hetta arbeiðið er vorðið raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina soleiðis, at tað verður bæði høgligari og hugnaligari hjá alminninginum at spáka sær ein túr.

- Spennandi verður at síggja, hvørji úrslit serfrøðingarnir koma fram til.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

10 Leygardagur 26. apríl 2025

Jensjáku á 6.119 metra hædd

Kom upp á fjallatindin Lobuche East í Himmalaya fjøllunum hósnáttina

Sum altíð hevur Jensjáku MB-flaggið við sær á ævintýrligu ferðini (Mynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski fjallaklintrarin Jensjáku Hansen úr Miðvági kom í vikuni upp á fjallatindin Lobuche East í Himmalaya fjøllunum í Nepal.

Túrurin hósnáttina var tó bara ein partur av venjingini til sjálvt málið fyri hendan túrin hjá føroyska ævintýraranum, sum er at koma upp á Ama Dablam, sum liggur í 6.812 metra hædd.

Jensjáku skrivaði soleiðis á Facebook hósmorgunin:

“Niður aftur í øllum góðum – toppurin á Lobuche East (6.119 m) er nú í posanum!

Vit fóru úr topp leguni klokkan 01 í nátt og vóru aftur 7 tímar og 35 minuttir seinni. Ein krevjandi, kaldur og brattur túrur – men ein fantastisk uppliving!

Hetta var partur av venjingini til Ama Dablam, sum bíðar um fáar dagar. Lobuche East er eitt tekniskt fjall, og túrurin gav mær bæði royndir og sjálvsálit.

Eg hevði ikki komið upp á toppin, um tað ikki var fyri mín trúgva sherpa, Richard, sum bar fyri meg og helt eyga við trygdini alla leiðina. Takk, Richard – tú vart ein lykil til hesa upplivingina.” 

[object Object]
Jensjáku hevur sjálvandi eisini Merkið við (Mynd av Facebook)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

11 Leygardagur 26. apríl 2025

MobilePay í Føroyum nakað seinkað

Væl umtókta skipanin verður seinkað til í summar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey, sum høvdu glett seg at brúka MobilePay í apríl, mugu bíða nakað enn.

Betri Banki upplýsir, at føroysku peningastovnarnir eru kunnaðir um, at MobilePay-loysnin til Føroya tekur longri tíð at menna enn væntað.

Nýggjastu boðini frá Mobile Pay eru, at tænastan helst verður klár og tøk at brúka í Føroyum í summar.

Í februar vóru boðini annars tey, at síðstu tøknuligu forðingarnar fóru nú at verða loystar og at í apríl skuldi tænastan gerast tøk í Føroyum.

MobilePay er ein app, ið ger tað ómakaleyst at rinda og flyta pengar til onnur bert við at skriva telefonnummarið. Við MobilePay koma pengarnir á kontu alt fyri eitt, og tað er skjótt at býta útreiðslur millum fleiri fólk. Eisini ber til at senda umbøn um gjalding, um onkur skyldar tær pengar.

Skipanin verður eisini ein fyrimunur fyri smærri vinnurekandi, ítróttarfeløg og onnur, ið taka ímóti gjaldingum javnan ella bara av og á. Tað verður nú munandi lættari at taka ímóti gjaldingum til ítróttartiltøk, festivalar, í handlum, á kaffistovum og í støkkupphandlum ella -matstovum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

12 Leygardagur 26. apríl 2025

Atlantic Airways hevði 27 milliónir í avlopi í 2024

Hetta eru 8,5 milliónir færri enn í 2023, hóast ferðafólkatalið nærum var tað sama, og inntøkurnar vuksu. Mett verður, at drúgva verkfallið uppundir háárstíð hevði stóra ávirkan

Ætlanin fyri 2025 er at styrkja um verandi rutunet við hægri ferðafólkatølum og fleiri túrum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og sól-ferðamálini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2024 er eitt vet lakari enn í 2023, tó at
ferðafólkatalið var á nøkunlunda sama stigi sum árið fyri. Í 2025 strembar felagið
ímóti at styrkja verandi rutunet við fleiri fráferðum

Soleiðis tekur felagið Pf. Atlantic Airways samanum, nú aðalfundur var í vikuni. 

Inntøkur vóru eisini hægri enn í 2023, tá avlopi var beint undir 36 milliónir krónur. 

Verkfallið í fjør sæst aftur, srkivar Atlantic - hetta í ferðafólkatali og sølu um tað mundið. Neyðugt var eisini at leiga flogfør síðsta heyst, tá onnur skuldi til uppraðfesting.

Nevndin í Atlantic Airways, við Niels Mortensen sum nevndarformanni, er óbroytt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

13 Leygardagur 26. apríl 2025

17,3 milliónir eftir á botnlinjuni hjá Formula

Pf. Formula hevði aftur eitt av sínum bestu ársúrslitum í fjør. Tað er á sama støði sum úrslitið í 2020, sum var besta úrslitið hjá felagnum

(Mynd: Formula)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Pf. Formula hevði aftur eitt av sínum bestu ársúrslitum í 2024. Ársúrslitið á 17,3 milliónir krónur er á sama stigi sum í 2020, sum tá var besta úrslitið hjá felagnum.

Formula er størsta KT felag í Føroyum, og hevur við sínum 94 starvsfólkum stórt virksemi í Føroyum. Felagið veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar. 

Eitt sum sermerkir Formula er, at starvsfólkini eru størstu partaeigarar ígjøgnum ognarfelagið Pf. Seiggi, meðan Føroya Tele framvegis eigur ein part av felagnum.

Uppskot til vinningsbýti til eigararnar av 2024 ársúrslitinum var 16 milliónir krónur.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin
Greiningin byggir á móðurfelags roknskapin hjá Pf. Formula.

Bruttovinningurin øktist úr 75,4 milliónum krónum í 2023 til 84,6 milliónir krónur í 2024. Nettosølan í 2024 er upplýst til 168,4 milliónir krónur í mun til 158 milliónir krónur í 2023. Sølan í 2024 er tískil økt 6,5 prosent.

Starvsfólkaútreiðslurnar í 2024 vóru 59,9 milliónir krónur sammett við 56,2 milliónir krónur í 2023.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebitda, sum vísur rakstrarlønsemi, var 24,8 milliónir krónur í 2024 sammett við 19,2 milliónir í 2023. Tískil er rakstrarlønsemið betra við 5,6 milliónum.

Ársúrslitið í 2024 var eitt avlop á 17,3 milliónir krónur, samanborið við 13,5 milliónir krónur í 2023. Vøksturin í ársúrslitið í 2024 var 3,8 milliónir ella 28 prosent.

Fíggjarstøðan 
Samlaða fíggjarjavnin hjá Pf. Formula í 2024 var 94,7 milliónir krónur sammett við 86,2 milliónir krónur í 2023.

Serliga kann leggjast merki til, at tøkur peningur er 32,2 milliónir í 2024 í mun til 28,5 milliónir krónur í 2023.

[object Object]

Eginpeningurin hjá Pf. Formula var 39,5 milliónir krónur við árslok 2024 sammett við 33,3 milliónir í 2023.

Trygdarevni, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var 41,7 prosent í 2024 sammett við 38,6 prosent i 2023.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin í við árslok 2024 var 52,4 milliónir krónur.

Gjaldførið hjá Pf. Formula var gott í 2024. Gjaldførislutfallið var 141 prosent. Tøkur peningur við árslok 2024 var 32,2 milliónir.  

Vinningsbýti til eigararnar fyri 2024 roknskapin var 16 milliónir krónur.

Samanumtikið er talan um ein stak góðan roknskap hjá Pf. Formula, har rakstrargongd og ársúrslitið er gott. Harumframt er talan um eittt fíggjarliga sterkt felag, sum er væl brynjað til framtíðina.

Høvuðspartaeigarar hjá Pf Formula er Pf. Seiggi, sum starvsfólk í Formula eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis ein minnilutapartaeigari.

Stjórar í Formula eru Fróði Magnussen, forstjóri, og Árni Arge, fíggjarstjóri.  Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

14
Leygardagur 26. apríl 2025

Dani nýggjur stjóri í GroAqua samtakinum

Niels Brynnum er nýggjur samtaksstjóri í GroAqua, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali, og hevur feløg í Skotlandi, Noregi og Polandi

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

GroAqua hevur sett Niels Brynnum í starv sum stjóra í samtakinum. Hann kemur aftan á Suna Justinussen, sum byrjaði sum stjóri á Magn, 1. apríl.

Niels Brynnum er 53 ár og er ættaður úr Danmark, har hann eisini er búsitandi. Niels Brynnum hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fleiri viðurkendum feløgum, og hevur starvast innan veitaravinnuna til alivinnuna í fleiri ymiskum londum.

- Vit eru fegin um at hava funnið ein dugnaligan og royndan leiðara til at leiða samtakið frameftir. GroAqua strembar eftir at verða fremsti veitari av burðardyggum loysnum til alivinnuna, og skal nýggi stjórin tryggja at tann kósin heldur fram, sigur Janus Thomsen, nevndarformaður í GroAqua.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. mai.

GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur feløg í Skotlandi, Noregi og Polandi, og selur sínar loysnir og tænastur til alifeløg í øllum norður Atlantshavi.

Bygnaðurin í samtakinum, ið telur yvir 100 starvsfólk, er skipaður við stjórum fyri hvørt land sær, umframt einum stjóra fyri samtakið.

Áður hevur samtaksstjórin hjá GroAqua eisini verið stjóri fyri virksemið í Føroyum. Hetta verður nú broytt, og tí verður farið undir eina tilgongd at seta stjóra fyri GroAqua Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

15 Leygardagur 26. apríl 2025

Uppskotið um løn undir útbúgving samtykt

Lønarendurgjaldið verður 80 prosent av útbúgvingarlønini og fevnir um tíðarskeið, har næmingurin er í skúla ella í starvsvenjing

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- ogútbúgvingarmálum, her á Glasi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið frá landsstýrinum, um løn undir útbúgving fyri tey, ið lesa á Heilsuskúla Føroya.

Uppskotið heimilar landsstýrismanninum við útbúgvingarmálum, at seta skipan í verk, har góðkendir arbeiðsgevarar kunnu søkja um lønarendurgjald frá landinum, um so er, at teir velja at seta í starv og gera útbúgvingarsáttmála við næmingar á Heilsuskúla Føroya og veita teimum útbúgvingarløn. Talan er um útbúgvingarnar til heilsushjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara.

Lønarendurgjaldið verður 80 prosent av útbúgvingarlønini og fevnir um tíðarskeið, har næmingurin er í skúla ella í starvsvenjing hjá øðrum góðkendum starvsvenjingarstaði orsaka av, at næmingurin av fakligum orsøkum ikki kann taka starvsvenjingina hjá arbeiðsgevaranum. Arbeiðsgevarin skal tó í minsta lagi kunna veita ein part av starvsvenjingini fyri at kunna søkja um lønarendurgjaldið.

Nú verður farið undir at fyrireika skipanina nærri saman við viðkomandi pørtum, eitt nú skal greiða fáast á, hvør útbúgvingarlønin skal vera.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

16 Leygardagur 26. apríl 2025

29.834 starvsfólk í mars – 1,7 prosent vøkstur uppá eitt ár

Vøksturin er tó ikki eins stórur sum undanfarin ár

Nærum 500 starvsfólk fleiri uppá eitt ár (Mynd: hagstova.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Soleiðis skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari, har tað nú aftur er gjørt upp, hvussu nógv fólk eru í starvi í Føroyum.

Í mars 2025 vóru samanlagt 29.834 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 498 starvsfólk,  fleiri enn mars í fjør.

Hetta svarar til ein vøkstur á 1,7 prosent. 

[object Object]

80 prosent av vøkstrinum er undir almennum ræði

Í mars vóru góðir 15.200 menn og góðar 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum.

Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 194, ella 1,3 prosent, fleiri. Kvinnurnar vóru 304 fleiri. Hetta svarar til beint yvir tvey prosent.  

[object Object]

Í mars arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. 

Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiða í hesum bólki. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

17
Leygardagur 26. apríl 2025

Fiskavøruútflutningurin minkaður 485 milliónir krónur

Frá mars 2024 til februar 2025 var útflutt fyri tilsamans 12,5 milliardir krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum mars 2024 til februar 2025 útfluttu føroyingar fyri 12,5 milliardir krónur, ein minking á 395 milliónir ella 3,1 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.

Samlaði fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 11,6 milliardir, sum er 485 milliónir - ella fýra prosent - minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, vísir uppgerð frá Hagstovuni.

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir útflutningurin av laksi, hýsu, upsa og makreli, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur aftur.

Sambært Hagstovuni er útflutningurin av laksi vaksin 52,8 milliónir krónur. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 14 prosent. Hetta er orsakað av lægri miðalprísum.

Útflutningsvirðið av fiskavørum til aðra nýtslu er vaksið 127,8 milliónir krónur, ella 32,8 prosent. Hetta er fyri tað mesta slógv.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 469,7 milliónir krónur, ella 46,6 prosent. Hesin vøksturin stavar frá príshækkingum, tí nøgdin er minkað 1,5 túsund tons, ella 1,6 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

18 Leygardagur 26. apríl 2025

Skuldi ganga til Tjørnuvíkar - endaði við Sjeyndir

Mjørki kom á ein ferðamann, sum var farin ein túr mánakvøldið. Tilbúgvingarlið hjá Sunda kommunu fekk hann upp á pláss aftur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað kann vera lumpisligt at ganga í føroysku náttúruni. Hetta noyddist eitt ferðafólk at sanna 2. páskakvøld.

Talan var um ein mann, sum helt til í Tjørnuvík. Viðkomandi var farin ein túr til Saksunar - í fína og ljósa veðrinum - men tá hann skuldi aftur til Tjørnuvíkar, kom mjørki á, umframt vindur og nakað av regni.

Maðurin hevði trupulleikar við at finna og fór av kós. Tá hann ringdi um hjálp, varð varnast at viðkomandi var í Sjeyndum - ella beint við Sjeyndir.

Heta er norðasta víkin á Streymoynni.

Hetta er ikki heilt vandaleyst hjá persóni, sum er ókendur á økinum og í mjørka, staðfesti løgreglan.

So boð vórðu send eftir tilbúgvingarliði úr Sunda kommunu. Vaktleiðarin á løgreglustøðini Havn staðfesti, at hesir persónarnir útførdu uppgávuna ógvuliga væl, og at ferðafólki kom aftur til Tjørnuvíkar í øllum góðum.

Hetta var tó ikki fyrrenn út á náttina, og tískil gjørdist talan um ein langan túr.

Ferðamaðurin var tí í heitum og góðum klæðum - væl útgjørdur til túrin - og vandi var ikki nakrantíð veruliga á ferð, staðfesti vaktleiðarin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

19 Leygardagur 26. apríl 2025

Avkastið av ogn landskassans 283 milliónir í fjør

Avkastið varð óvanliga gott i 2024, serliga takkað verið vøksturin hjá amerikansku tøknifyritøkunum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, í minstagjaldføri. Minstagjaldførið í 2024 var 3,7 milliardir krónur, og er í 2025 3,975 milliardir krónur.

Minstagjaldførið hjá landskassanum verður plaserað soleiðis, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti til váðan og eisini við atliti til, hvussu gjaldførur peningurin er, soleiðis at hann, um neyðugt, skjótt kann gerast tøkur.

Avkastið av minstagjaldførinum í 2024 gjørdist 283 milliónir krónur. Árið 2024 var eitt gott ár hjá íleggjarum, eins og 2023 var tað. Ein sterkur arbeiðsmarknaður og lagaligur peningapolitikkur stuðlaðu búskapargongdini.

Serliga var vøksturin á partabrævakursinum hjá sjey teimum størstu amerikansku tøknifyritøkunum; tær sonevndu "Magnificent 7", stórur. Við árslok áttu hesi sjey feløgini yvir ein triðing av vøkstrinum í S&P 500 vísitalinum, sum er søguliga høgt. S&P 500 hækkaði við umleið 20 prosentum í 2024.

Talvan niðanfyri vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.

[object Object]

Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­av­kastið av landskassans fíggjarognum verið 2,4 prosent ella 82 milliónir krónur um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

20 Leygardagur 26. apríl 2025

Ovasavnið latið upp í Nólsoy

Sera nógv fólk var í gjár komið saman at hátíðarhalda, at nýggja Ovasavnið læt upp

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sera nógv fólk var leygardagin komið saman at hátíðarhalda, at nýggja Ovasavnið læt upp. Kunningarstovan í Nólsoy er samstundis flutt í nýggj høli, og húsast nú inni í savninum.

Ternan var á tremur við fólki, ið ynsktu at síggja stásiliga savnið og annars taka lut í nógvu tiltøkunum í bygdini hendan dagin.

Skúlabørn framførdu Ovasangin og nógvar røður vóru á skránni.

Myndirnar eru frá Tórshavnar kommun

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2025

21 Leygardagur 26. apríl 2025

13 føroyingar verða umborð á Logos Hope næstu vikurnar

Menninir, teir flestu úr Norðuroyggjum, skulu fyri tað mesta arbeiða í maskinrúminum. Skipið liggur í Karibiska havinum

Undan fráferð úr Føroyum fyrradagin - nú eru teir farnir í gongd í Curaco (Mynd: komlogoshope/Trúboðin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið kom eitt ferðalag við 13 føroyingum upp á pláss á karibisku oynni Curaco. Hetta eftir eina drúgva ferð, har menninir ferðaust umvegis Amsterdam - flogtúrurin úr Niðurlondum tók tíggju tímar.

Menninir, teir flestu úr Norðuroyggjum, hava longu verið umborð á Logos Hope og hugt seg umkring.

Hetta verður skrivað á Instagram-profili teirra "komlogoshope". Har ber til at fylgja við arbeiði teirra.

- Talan er um maskinmeistarar og maskinsmiðir, sum nú eru á veg umborð á Logos Hope. Setningurin hjá teimum er at umvæla tveir motorar, at gera rørarbeiði og annars fyrifyllandi arbeiði. 

Lagið er gott í føroysku leguni, skriva teir sjálvir. Arbeiðast skal umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope í umleið tríggjar vikur.

[object Object]

[object Object](Myndir: komlogoshope/intagram)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

22 Leygardagur 26. apríl 2025

Landsfelag Pensjónista: Beate heldur fram sum forkvinna

Tað hevur hon verið síðani 2018. Ingeborg Vinther stillaði ikki uppaftur til nevndina

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 12. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund. Har var millum annað nevndarval var á skránni. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, eins og tríggir varalimir gjørdu.  

Seinastu tíggju árini hevur Ingeborg Vinther, verið í nevndini. Men kenda fakfelagskvinnan og fyrrverandi løgtingskvinnan stillaði ikki uppaftur hesaferð.

Broytingin í nevndini gjørdist, at Maria Olsen úr Klaksvík fer frá varalimi til nevndarlim, og at Jákup Andreasen tekur við sum næstformaður. Ingeborg Vinther hevur annars verið næstforkvinna.

Forkvinnan síðani 2018 stillaði uppaftur, og Beate L. Samuelsen heldur fram sum fokvinna.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Jákup Andreasen, næstformaður
Alfred Olsen
Erhard Jacobsen
Maria Olsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

23 Leygardagur 26. apríl 2025

Undanfarni forseti Íslands til Føroyar á ráðstevnu

Verður høvuðsrøðari á ráðstevnu hjá Setrinum har evnið verður: “Hvat virði hevur eitt universitet í lítla samfelagnum?”

Guðni Thorlacius Jóhannesson, søgufrøðingur (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Spennandi ráðstevna verður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um leiklutin, sum universitet hava og eiga at hava í smátjóðum sum okkara.

Hvønn leiklut hevur eitt universitet í einum lítlum samfelagi sum okkara? Hvussu ávirkar tað menningina av landinum, og hvussu kann tað menna sína drívmegi, tá tað ræður um at varðveita mál og mentan, minka um fráflyting og økja um tilflyting, ella skapa nýggja vitan og virði til samfelagið?

Tann 2. og 3. juni verður ráðstevna hildin á Fróðskaparsetri Føroya undir heitinum NUSCT History Conference 2025, og evnið á skránni er nettupp leikluturin hjá universitetum í smásamfeløgum.

NUSCT (Network for University Cooperation in Small Countries and Territories) er eitt gevandi altjóða samstarv millum universitet í smátjóðum, har Fróðskaparsetur Føroya tekur lut. Endamálið er at læra av royndunum hvør hjá øðrum, menna gransking og styrkja um leiklutin, sum universitet hava í samfeløgum við avmarkaðum fólkatali.

Í lítlum samfeløgum hava universitet mangan ein serligan leiklut, sum ikki í sama mun er galdandi í størri londum, har fleiri lærdir háskúlar eru. Universitetið í lítla landinum verður sett á stovn fyri at lyfta samfelagið fram á nýggjar leiðir við at menna førleikar, skapa vitan og tryggja, at mál og mentan liva víðari. Samstundis er tað eisini við til at loysa ítøkiligar samfelagsligar trupulleikar og hevur mangan tætt samband við politiskar stovnar og tey, sum taka avgerðir.

Á ráðstevnuni, sum er fyri øll, sum hava áhuga fyri evninum, varpa vit ljós á:

  • Fólkaræði og vitan: Hvat kann universitetið gera til frama fyri fólkaræði og politiska menning?
  • Ráðfestingar og gransking: Hvat verður granskað í og hví?
  • Flyting og kynsbýti: Hvussu ávirkar universitetið demografisku gongdina?
  • Samleiki og mentan: Hvørja mentan bera vit við okkum gjøgnum útbúgving og vitan?
  • Samfelagsbroytingar: Hvussu kunnu universitet vera við til at broyta samfelagið?

Á ráðstevnuni verða granskarar, undirvísarar, politikarar og fakfólk úr Føroyum og øðrum smásamfeløgum, og høvuðsrøðari verður Guðni Thorlacius Jóhannesson, søgurfrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

24 Leygardagur 26. apríl 2025

Nýggjar myndir av Isabellu prinsessu á 18 ára føðingardegnum

Hon hevur fingið høvuðprýði í føðingardagsgávu frá Margretu drotning

(Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Prinsessa Isabella fyltt 18 ár annan páskadag, 21. apríl, og í tí sambandi kunngjørdi kongshúsið nýggjar portettmyndir av prinsessuni í galla.

Á myndunum er hon í síðum appelsinlittum kjóla og hevur høvuðprýði við turkasteinum og diamantum.

[object Object](Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)

Høvuðprýði er ein gáva frá Margretu drotning, skrivar Kongshúsið á heimasíðuni.

Høvuðprýði er úr gulli og skrýtt við 11 rosettum av Margueritlíknandi blómum úr turkusteinum og diamantum, sigur Kongshúsið.

Prýiðisluturin er ikki bert høvuðprýði, men kann eisini skiljast og brúkast sum eitt nú armband.

[object Object](Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)

Á myndini ber Isabella prinsessa eisini á fyrsta sinni Elefantordanin við stjørnu  á bringuni og miniaturmynd av pápa sínum, Fríðriki kongi.

Føðingardagurin varð annars hildin í døgunum undan páskum í Aarhus og í Keypmannahavn. Undanfarna mikudag vóru fleiri enn 1000 ungdómar bodnir til heiðurssýning í kongaliga leikhúsinum í høvuðsstaðnum. Millum gestirnar vóru fleiri føroyingar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

25 Leygardagur 26. apríl 2025

Skapa ævintýrheim á filmi úr føroyskum sagnum

Fyrsti filmurin frá Vikingkids tekur útgangsstøði í søguni um Trøllkonufingur í Sandavági

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vikingkids kallast eitt nýtt átak, sum marknaðarførir seg sum ta føroyska Disney, og sum hevur til endamáls at skapa spennandi filmar og søgur úr Føroyum til børn og familjur kring allan heim.

Tað er sandavágsmaðurin Heri í Ravnagjógv, sum er arkitekturin aftan fyri vikingkids.

- Vit byrjaðu at arbeiða við hesum í 2021, og nú er hetta, sum vit branda sum tað føroyska Disney, endiliga blivið til veruleika, greiðir Heri frá í tíðindaskrivi.

Sí trailaran til fyrsta filmin her

Filmarnir eru við íblástri úr føroyskum sagnum og huldufólki. Tað eru liveupptøkur, tvinnað við animatión. Filmarnir sum eru ætladir til børn og familjur um allan heim, eru á føroyskum og enskum. 

- Filmarnir vera lívæðrin í vikingkids, men vit fara eisini at bjóða events, koncertir, vikingkids-merchandise og annað. Føroysk børn fáa eisini møguleika at vera við í filmunum, og brandinum, upp á ymiskar mátar.

Í fagrasta veðrið henda seinsummardagin 2022, fóru vit 1000 ár aftur í tíðina, og skaptu ein trøllabundnan ævintýrheim. Hetta var úti við Trøllkonufingur í Sandavági.

Herundir sæst trailarin til fyrsta filmin frá vikingkids, "The Witch`s Finger"  

[object Object]
Heri í Ravnagjógv er stigtakari til Vikingkids


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

26 Leygardagur 26. apríl 2025

Føroyskt stjørnudust á G!

Danny & the Veetos, Hamradun, Eivør og Tamara Mneney eru løgdt afturat plakatini fyri G! festivalin í Gøtu í summar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

G! festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum verða á plakatini á festivalinum í summar – øll føroysk. Hóast tey umboða ymiskar aldursbólkar og tónleikasløg, so hava tey tað í felag, at tey øll glitra av stjørnudusti.

[object Object]

Danny & the Veetos

Í nýggjari tíð munnu fáir bólkar hava skapt so sterka kenslu av felagsskapi og felagssangi, sum bólkurin Danny & the Veetos.

Næstan øll hava helst sungið við í veitslu, til hondbóltsdyst, á konsert, ja hvar sum helst, tá ið onkur av kendu sangunum hava rungað, har tann kendasti helst er "Alright". Bólkurin er endiliga á bananum aftur eftir ein langan steðg, og G! festivalurin gleðir seg at uppliva fullan sand av fólki skrála "Alright!", tá ið Danny & the Veetos koma at framføra á festivalinum 17. til 19. juli.

[object Object]

Hamradun

Víkingarokkur so tað forslær, tað er Hamradun. Og meðan bólkurin manar fram ódn og brim, er fremsti maður á brúnni mergjaði sangarin og sagnarhetjan, Pól Arni Holm, ein hin mest karismatiski tónleikarin vit nakrantíð hava átt. Livdu vit fyri góðum 1000 árum síðani, høvdu hesir helst hertikið Ongland, ella siglt til ókend og fjarskotin lond fyri vestan.

Men, sum nú er mugu teir taka til takkar við Gøtusand...!

[object Object]

Eivør

Tað er ikki ordiligur G! festivalur, um Eivør ikki er við. Og tí eru vit glað fyri, aftur í ár, at bjóða okkara stórstu føroysku songstjørnu aftur á pallin. Ár eftir ár fortelja vit um, at hettar var stórsta árið hjá Eivør nakrantíð, og í ár er einki undantak. Hon hevur verið á drúgvastu konsertferð síni nakrantíð, sum hevur ført hana heilt frá Avstralia til Amerika.

Vitjanin á G! er bert ein lítil steðgur, tí konsertferðin heldur fram alt árið.

[object Object]

Tamara Mneney

Tamara Mneney hevur eina rødd tú minnist. Fuglfirðingurin, sum tók síni fyrstu evarsku fet her heima, hevur spreitt sínar veingir, og er nú ein R&B-stjørnuspíri uttan fyri landoddarnar.

Í fjør spældi hon á Roskilde Festival í Danmark, og fekk sera góð skoðsmál fyri framførsluna. Fyri kortum gav hon út staklagið "Drip", sum eftir bert lítlari løtu hevði fingið hundraðtúsundtals stroymingar í Onglandi, har kappingin annars er sera hørð, innan júst hettar tónleikaslag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

27 Leygardagur 26. apríl 2025

Úr haga á hill á Tonik

Føroyskir bøndur, kokkar og sniðgevarar sameinast um at skapa nýggjar, spennandi landbúnaðarvørur til føroyska marknaðin

Frá vinstru Gutti Winther, Jaspur Svabo Jørgensen, Sonni Zachariassen, Janus Einar Sørensen, Jóhann Fagraklett, Berghild Mittún og Bára Joensen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni varð verkætlanin “Úr haga á hill” sjósett á kreativari verkstovu í Hugskotinum.

Endamálið er, at menna vørur, sum hava røtur í føroysku náttúruni og siðaarvinum – men sum eisini eru sniðgivnar, nýmótans og klárar at skara framúr á handilshillunum.

Á verkstovuni varð spurningurin settur, hvussu vit kunnu menna næstu stóru vøruna til føroyskar handlar – eina vøru, sum bæði byggir á lokalar landbúnaðarrávørur og nýskapandi sniðgeving. Hesa avbjóðing samstarvaðu kokkar, bøndur og sniðgevarar um at loysa.

Dagurin byrjaði við íblástri frá Handilsfelagnum, Nora, MBM, Virka og Hugskotinum.

Síðani vóru luttakararnir býttir í bólkar, sum við støði í føroyskum landbúnaðarvørum skuldu menna eina handilsvøru og soleiðis arbeiða við hugskotsmenning og prototypum til lidna vøru, sum er klár til handilshillarnar.

Tað er Bóndafelagið sum stendur fyri verkætlanini, sum er fíggjað úr Búnaðargrunninum, og Gutti Winther er verkætlanarleiðari. Verkætlanin “Úr haga til hill” endar við at vørurnar verða vístar fram á altjóða Tonik ráðstevnuni, sum verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum 9. mai, har tað eisini verður møguligt at síggja og væntandi royna nýggju vørurnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

28 Leygardagur 26. apríl 2025

Lars Aagaard yvirlivdi atkvøðugreiðslu um misálit

Millum annað tí at Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg atkvøddu saman við stjórnarflokkunum á fólkatingi

Lars Aagaard úr Moderaterne kann halda fram sum ráðharri við veðurlags-, orku- og veitingarmálum (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meirilutin á fólkatingi hevur álit á danska ráðharranum við veðurlags-, orku- og veitingarmálum, Lars Aagaard úr Moderaterne.

Tað staðfesti ein atkvøðugreiðsla fyrrapartin hósdagin.

86 fólkatingslimir atkvøddu fyri, at Aagaard kann halda fram sum ráðharri. 85 átkvøðu fyri at hann skuldi leggja frá sær. Ein atkvøddi blankt.

Hevði ein meiriluti atkvøtt fyri at fólkatingið ikki longur hevði álit á honum, hevði Aagaard verið noyddur at lagt frá sær.

Orsøkin til misálitisatkvøðugreiðsluna er eitt mál, har Aagaard ikki hevur sagt fólkatinginum allan sannleikan í einum máli um seinkingar á nýggjum ravmagnsneti.

- Mítt fokus er nú at skapa úrslit fyri danir og fyri grøna umskiftið. Tað skal gerast betri at vera elkundi í Danmark og so skulu vit longur fram á leið við at menna vindorkuna á sjógvi, og tað gleði eg meg til, segði Aagaard, sambært Ritzau eftir atkvøðugreiðsluna.

Hóast andstøðan á Fólkatingi ikki hevur álit á ráðharran, so var tað longu undan atkvøðugreiðsluni greitt, at meiriluti ikki fór at vera fyri uppskotinum um misálit.

Hetta tí at føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum saman við grønlendsku Aaja Chemnitz úr AI atkvøddu saman við stjórnarflokkunum til tess at tryggja at Aagaard kundi halda fram sum ráðharri.

Grønlendska Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er vald á fólkating fyri Siumut, men sum nú umboðar Naleraq í grønlendska landstinginum, var ikki til staðar tá atkvøtt varð. Men hon hevur greitt frá, at hon ikki hevði greitt atkvøðu um so var, at hon hevði verið til staðar í fólkatingssalinum.

Hetta var fyrstu ferð síðan 2006, at atkvøtt hevur verið á fólkatingi um misálit móti einum donskum ministara. Í 2006 var tað táverandi konservativi Lars Barfoed, sum yvirlivdi eina líknandi atkvøðugreiðslu, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

29 Leygardagur 26. apríl 2025

Kongur til Grønlands í næstu viku

Umframt at hitta grønlendskar politikarar, skal kongur eisini vitja Sirius hundapatrúljuna og Station Nord

Frá vitjanini í Sisimiut í juli í fjør (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hetta vikuskiftið vitjar nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í Danmark, har hann millum annað skal hitta Mette Frederiksen, statsministara, og Søren Gade, fólkatingsformann.

Tá hann fer heimaftur til Grønlands mánadagin verður tað í fylgi við Fríðriki kongi, skrivar kongshúsið.

Í Nuuk skal kongur millum annað hitta limir í nývalda landstinginum, Naalakkersuisut.

Eftir vitjanina í høvuðsstaðnum fer hansara hátign til Station Nord, sum er tann norðrasta mannaða støðin í Grønlandi. Kongur vitjar støðina saman við Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra.

Eftir ta vitjanina vitjar kongur sletuhundapatrúljuna Sirius. Í 2000 var táverandi krúnprinsurin partur av Sirius-patrúljuni, sum tað árið helt sín 50 ára stovningardag.

Fríðrik kongur og Mary drotning vóru annars á almennari vitjan í Grønlandi síðsta summar. Ætlanin var at kongshjúnini tá eisini skuldu vitja í Føroyum, men tann vitjanin varð útsett orsaka av verkfalli.

Í staðin vitja tey í Føroyum í døgunum 11. til 13. juni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

30 Leygardagur 26. apríl 2025

Frans var pávi í beint yvir tólv ár

Frans pávi var 76-ára gamal, tá hann óvæntað varð valdur í 2013. Nú syrgir Italia og katólski heimurin, meðan bíðað verður eftir hvítum royki

Argentinin, við vanliga navninum Jorge Mario Bergoglio, heilsaði uppá nógv fólk páskadag. Annan páskamorgun bórust boðini um, at pávin var deyður (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Italia fór í sorg 2. páskadag. Tey flestu í suðurevropeiska landinum, eins og so nógv aðrastaðni vaknaðu til tíðindini, at Frans pávi hevði lagt árarnar inn.

Fótbóltur er nakað, ið tey taka í ógvuliga stórum álvara í Italia. Teir fýra dystirnir, ið vóru á skránni í Serie A 2. páskadag, vórðu allir útsettir.

Jorge Mario Bergoglio varð 13. marts 2013 valdur til páva. Tað var óvæntað, at argentinin varð valdur frammum millum annað fleiri italiumann.

Sambært fleiri viðmerkjarum hevur Frans pávi gingið á odda í at gera katólsku kirkjuna meira nýmótans á ymiskum økjum.

Í mars 2013 var hann 76-ára gamal. Tólv ár og ein stóran mánaða seinni doyði hann sum Frans pávi. 

Í dag fer Frans pávi til gravar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

31 Leygardagur 26. apríl 2025

Pávin í opnari kistu í Pæturskirkjuni

Jarðarferðin verður í dag

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Líkið við Frans páva varð mikudagin flutt úr bústaði pávans á Casa Santa Marta til Pæturskirkjuna, og her var 'lit de parade', sum merkir, at hann stendur undir børu í opnari kistu til sýningar.

Í tríggjar dagar var møguleiki hjá almenninginum at siga pávanum farvæl.

Nógv fólk vóru á Pæturstorginum, tá kistan við pávanum varð flutt.

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

32 Leygardagur 26. apríl 2025

Í aðru viku byrjar konklavan

138 katólskir kardinalan savnast í Sixtinska kapellinum til tess at velja nýggjan páva. Konklavan skal setast í fyrsta lagi 14 og í seinasta lagi 20 dagar eftir at pávin doyði

Fleiri kardinalara vóru til staðar í Vatikaninum í sambandi við páskahalguna (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í næstum fara kardinalarnir í katólsku kirkjuni at savnast í Vatikaninum fyri at velja komandi pávan, eftir at Frans pávi doyði annan páskamorgun.

Longu nú eru fleiri boð um, hvør mann fara at gerast næsti leiðari í heimsumfatandi katólsku kirkjuni. Men frammanundan er sera trupult at meta um, hvør hevur størsta møguleika at verða valdur.

Tað verða teir 138 kardinalarnir í katólsku kirkjuni, sum enn ikki hava nátt 80 ára aldur, ið skulu atkvøða.

Helst verður talan um fleiri atkvøðugreiðslur, áðrenn hvítur roykur verður sendur upp gjøgnum skorsteinin í Sixtinska Kapellinum, áðrenn greitt er, hvør verður nýggi andaligi leiðarin hjá heimsins 1,4 milliardum katolikkum.

Møguligu nøvnini

Kardinalarnir, ið verða mettir at hava besta møguleika at verða útpeikaðir til nýggjan páva eru hesir:

[object Object]
Matteo Zuppi úr Italia, 69 ár, erkabispur í Bologna.

[object Object]
Jean-Marc Aveline úr Fraklandi, 66 ár, erkabispur í Marseille

[object Object]
Péter Erdö úr Ungarn, 72 ár, erkabispur í Budapest

[object Object]
Luis Antonio Tagle, úr Filipsoyggjum, 67 ár, pro-præfektur í Dicastery for Evangelization í Vatikaninum

[object Object]
Joseph Tobin, úr USA, 72 ár, erkabispur í Newark, New Jersey

[object Object]
Juan Jose Omella, úr Spania, 79 ár, erkabispur í Barcelona

[object Object]
Pietro Parolin, úr Italia, 70 ár, diplomatur í Vatikaninum

[object Object]
Mario Grech, av Malta, 66 ár, aðalskrivari fyri ráðgevandi nevndina hjá biskuppunum, synoduni.

[object Object]
Peter Turkson, úr Ghana, 76 ár, leiðari av pávaliga vísundaliga akademiinum í Vatikaninum

Longu á fyrsta degnum á konklavuni verður atkvøðugreiðsla. Og komandi dagarnar verða tvær atkvøðugreiðslur um dagin, til kardinalarnir eru vorðnir samdir um ein av kardinalunum.

Savnast helst 5. mai

Konklavan, tá kardinalarnir hittast í Sixtinska Kapellinum, byrjar í fyrsta lagi 14 dagar og í seinasta lagið 20 dagar eftir at pávin er deyður. Tað skal vera stundir hjá teimum øllum at ferðast til Vatikanið.

Longsta konklavan higartil vardi í næstan trý ár, frá 1268 til 1271. Aðrar konklavur hava tikið ein dag. Tá Frans pávi varð valdur í 2013, gjørdist konklavan samd eftir tveir dagar.

Bert kardinalar, sum eru undir 80 ár, sleppa at atkvøða. Í løtuni eru tilsamans 250 kardinalar, harav 138 eru undir 80 ár.

Kelda: dr.dk 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

33 Leygardagur 26. apríl 2025

KÍ basti B36 eftir brotssparkskapping

B36 var á sigurskós, men í yvirtíðini syrgdi innskifti Dávid Biskopstø Andreasen fyri longdari leiktíð. Síðani avgjørdu marginalar og kaldleiki fjórðingsfinaluna

Tað var Dávid B. Andreasen, sum sendi dystin í longda leiktíð og tók hálvfinaluplássið frá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tveir minuttir. So lítið restaði í hjá B36 fyri at royndin at koppa KÍ í Klaksvík skuldi verða væleydnað.

Leikliga kom KÍ betri út til 2. hálvleik, men í 58. minutti legði Pætur Petersen B36 á odda eftir upplegg frá Mattiasi Hellisdal. KÍ lat skálvíkingin skifta felag í februar, hóast hann hevði sáttmála við KÍ, so tað hevði verið lagnunnar speisemi, um áleyparin hevði sent KÍ út úr enn einari steypakapping.

Á KÍ-bonkinum vóru teir nógv í iva, um hvør skuldi setast inn, tá sjey minuttir restaðu í. Dávid Biskopstø Andreasen var annar, sum kom inn, og 20-ára gamli klaksvíkingurin gjørdi, eins og í áttandapartsfinaluni, stóran mun.

Í 92. minutti legði ein annar innskiftari, Mads Boe Mikkelsen, av, og so smekkaði Dávid bóltin flatt í B36-málið.

Teir í hvítum og svørtum høvdu ananrs vart ógvuliga væl fyri. Nú vóru teir ónøgdir við, at Rúni Gaardbo stutt frammanundan hevði givið B36 "fyrimun" heldur enn fríspark á KÍ-hálvuni.

Í longdu leiktíðini hendi ikki nógv, so tað skuldi avgerast við brotssparkskapping.

Har bjargaði Silas Eysteinsson fyrsta skotinum hjá KÍ - sum Páll Klettskarð skeyt - men síðani skeyt Sìmun Sólheim á stongina. 

Tá so hinir royndu KÍ'arnir allir skoraðu trygt, og Sebiastian John bjargaði skotinum hjá Mattiasi Hellsidal, so kom KÍ víðari til hálvfinalurnar.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2022.

AB vendi øllum á høvdið á Eiði

EB/Streymur var á veg móti einum væntaðum sigri móti AB á Eiði. Jens Erik Bruhn skoraði longu eftir fimm minuttir, og í 14. minutti hælaði Gutti Dahl-Olsen snilt til Boubacar Dabo, sum var eirindaleysur til vinstru í brotsteignum. Vongurin smekkaði til, og so var 2-0.

AB fall tó ikki í fátt, og eftir eitt málverjumistak hjá Jóannesi Davidsen prikaði Rógvi Skála bóltin í málið hjá EB/Streymi. Hetta var fimm minuttir eftir 2-0 málið, og stutt seinni noyddist besti miðvallarin hjá EB/Streymi, Óli Eyðsteinsson Poulsen, út við skaða.

Tað lá framvegis til heimaliðið, men í 2. hálvleiki gjørdi AB bart - har Bjarki Nielsen eisini kom á vøllin. Vongurin fekk tvey mál kolldømd fyri rangstøðu.

Tíggju minuttir eftir steðgin var aftur ótryggleiki í verjuni hjá EB/Streymi, sum Tóki Næss Rasmussen gjørdi sær dælt av við góðum høggi, og stutt fyri leiklok sló Fríði Pætursson Rasmussen til. Hetta var eftir hornaspark, sum varð snittað væl víðari og síðani stórt hegnisliga í málið.

Illa dekkað upp av EB/Streymi, men stórur fagnaður á Øssuri Hansen og hansara argjamonnum.

Í hinum báðum fjórðingsfinalunum gjørdist tað til sigrar hjá betrideildarliðinum móti fyrstudeildarliðinum.

Víkingur vann tepurt móti Skála ÍF, og á Sandi vann B68 trygt móti B71.

Løgmanssteypið, fjórðingsfinalurnar

Víkingur - Skála ÍF 2-1 (1-1)
18' 1-0 Jørgen Nielsen (Poul Kallsberg)
28' 1-1 Martin Johansen (Simon Jørgensen)
60' 2-1 Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson)

KÍ - B36 1-1 (0-0)
58' 0-1 Pætur Petersen (Mattias Hellisdal)
90' 1-1 Dávid Andreasen (Mads Mikkelsen)

KÍ vann brotssparkskappingina 4-3

B71 - B68 3-6 (0-4)
04' 0-1 Martin Klein (Sebastian Nielsen)
09' 0-2 Hanus Højgaard, brotsspark
18' 0-3 Jóhan Josephsen
29' 0-4 Jóhan Josephsen (Hanus Højgaard)
54' 1-4 Thierno Doucoure (Suni Herman Petersen)
62' 1-5 Djóni Samuelsen, brotsspark
66' 1-6 Emanuel Kulego (Fríði á Borg)
73' 2-6 Erlendur Háfoss (Leonard Londe)
83' 3-6 Julian Frankieson (Tijani Yakubu)

EB/Streymur - AB 2-3 (2-1)
06' 1-0 Jens Erik Bruhn (Boubacar Dabo)
14' 2-0 Boubacar Dabo (Gutti Dahl-Olsen)
19' 2-1 Rógvi Skála (Tóki Rasmussen)
55' 2-2 Tóki Rasmussen (Jóan Pauli Tórsson)
84' 2-3 Fróði Rasmussen (Bjarki Nielsen)

Eftir dystirnar var lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinalunum, sum verða 20./21. mai og 18./19. juni. Liðini møtast soleiðis:

KÍ - AB
B68 - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

34 Leygardagur 26. apríl 2025

Gilli er ikki longur liðskipari hjá TB

Hevði ikki bandið á móti 07 Vestur og hevur havt heldur trupult við at hugsavna seg um sjálvan fótbóltin í seinastuni. Áhugi er sum skilst úr bestu íslendsku deildini

Gillir Rólantsson Sørensen staðfestir, at støðan við venjarabroyting undan kappingarárinum hevur ávirkað hann (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Skírisdag tryggjaði TB sær sín fyrsta sigur síðani afturvendanina til Betrideildina og kom harvið upp á fimm stig. Liðið vendi 0-1 til 2-1 í dystinum móti 07 Vestur og er nú í betri støðu eftir nakrar annars tungar vikur.

Eitt sermerkt við dystinum var, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki var liðformaður. Tað hevur hann annars verið í øllum hinum dystunum í ár. Royndi spælarin hevði eisini bandið á alt 2024, eftir at fyrrverandi landsliðsleikarin vendi aftur til barndómsfelagið.

Sum skilst er tað ikki nakað dramatiskt í hesum, og er tað nakað, sum Gilli Rólantsson sjálvur hevur biðið um. Hann hevur verið heldur ávirkaður av støðuni upp til kappingarárið við Stóra, staðfestir spælarin sjálvur fyri Portalinum í dag.

- Tað einasta, ið eg kann siga er, at eg havi verið alt ov ávirkaður av øllum. Tað hevur verið verðið heldur toført at haft fokus á tað, sum tað handlar um - at spæla fótbólt, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

Gilli var ein longdur armur av venjaratoyminum í fjør, har Markus Thorberg var leikandi høvuðsvenjari, og Lars Müller var málmansvenjarari. Eitt venjaratoymi sum í vetur fyrst varð víðkað við Rasmusi Nolsøe og einum norðmanni, men sum ikki so langt undan kappingarbyrjan fór í upploysn.

Sí eisini: TB-formaðurin: - Tað vóru samstarvstrupulleikar í venjaratoyminum

Eitt nýtt venjaratoymi við Sonna Djurhuus á odda varð endaliga avdúkað fyri einum mánaði síðani.

Áhugi úr bestu íslendsku deildini

Sum nú er, er Gilli ikki liðformaður, men fastur maður í TB. Hann hevur sáttmála til og við kappingarárið 2028.

Tað er tó ein ávísur áhugi úr Íslandi fyri at fáa 32-ára gamla føroyingin yvir nú. Talan er um eitt lið í bestu íslendsku deildini. 

Gilli Rólantsson vísir ikki aftur, at onkur hevur víst honum áhuga. Royndi verjuspælarin hevur fyrr eisini staðfest, at hann vil aftur á landsliðið - hann hevur ikki verið úttikin til A-landsliðið, síðani hann kom aftur til TB, og so er spurningurin um møguligt yrkisfótbóltur í Íslandi kann gera mun á hesum økinum.

Um so er, at Gilli Rólantsson skal skifta felag, so skal hann sum útgangspunkt keypast leysur úr TB. Flytingarvindeygað í Íslandi letur aftur í næstu viku, týsdagin 29. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

35 Leygardagur 26. apríl 2025

Meinhard Egilsson skal undir skurð

Kappingarár hansara í Kolding er av, og EM-undankappingardysturin móti Gibraltar í juni er í vanda. Tað er neyðugt at fáa viðgjørt eina spong í fingrinum

Meinhard Egilsson Olsen til seinasta landsdystin - í Montenegro 25. mars. Tað er heldur óvist, um hann verður klárur til undandystin móti Gibraltar 9. juni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Meinhard Egilsson Olsen hevur seinastu mánaðirnar spælt fyri Kolding í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

28-ára gamli vongurin hevur staðið seg væl fyri liðið í ovara endaspælinum í næstbestu donsku deildini, har hann eisini hevur spælt vinstri vongbakkur. 

Meinhard hevur tvey málstig fri Kolding higartil. Hann hevur, sambært Transfermarket, spælt níggju dystir. Allir hava verið frá byrjan, og í teimum flestu hevur orkuríki runavíkingurin spælt 90 minuttir.

Tað gjørdi hann eisini í 2-0 sigrinum móti Horsens í vikuni. Hetta verður tó seinasti dystur hjá Meinhardi Egilsson í hesum kappingarárinum, hóast fimm umfør eru eftir.

Tað skrivar føroyingurin sjálvur á sosialu miðlunum. Við Portalin sigur Meinhard Egilsson Olsen, at neyðugt er við skurðviðgerð nú.

- Ein spong í tí eina fingrinum er slitnað. Eg havi bíðað í eina tíð, men um eg ikki fari undir skurð nú, so verður fingurin ongantíð tann sami aftur.

Harvið tarnar ein skaði í fingrinum fótbóltin í eina tíð. Tíverri kann tað eisini ganga út yvir landsliðið, sum Meinhard Olsen altíð er við, tá hann er tøkur.

Meinhard sigur, at møguliga kemur EM-undankappingardysturin móti Gibraltar á Tórsvølli 9. juni ov tíðliga fyri hann. Hetta er tó óvist enn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

36 Leygardagur 26. apríl 2025

Nýggi spælarin hjá TB loksins komin til landið

Amidou Diop vantaði innfararloyvi, men nú er maðurin við 181 dystum í Eliteseriuni á Tvøroyri, og burdi hann verið tøkur til dystin móti HB í dag

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Amidou Diop varð kunngjørdur sum nýggjur TB-spælari tíðliga í mars, men 33-ára gamli miðvallarin úr Senegal hevur ikki spælt í Føroyum enn. Hann er nústaðni komin til landið.

Arbeiðsloyvi hevur annars verið uppá pláss, men trupulleikin hevur verið innfararloyvið, og hevur Diop sum skilst millum annað bíðað í 11 dagar í Marokko fyri at sleppa víðari.

Hóast hann hevur spælt leingi í Noregi, so er tað ikki bara so einfalt, at fáa ein mann frá Senegal til landið.

Amidou Diop slapp tó at uppliva at sigla við Smyrli 2. páskadag, og í vikuni hevur hann vant við liðfeløgunum við Stóra.

Portalurin hevur fingið upplýst, at hann helst spælir fyri TB í Gundadali móti HB í kvøld í 7. umfari í Betrideildini.

Diop hevur umboðað millum annað Molde, Kristiansund og seinast Sarpsborg í Noregi. Samanlagt hevur hann spælt 181 dagar í Eliteseriuni og yvir 200 dystir á høgum stigi í Noreg.

- Diop var uppá tal í nakrar vikur. Vit ynsktu at fáa ein leikara inn, sum hevði spælt á høgum stigi, og ein sum kann spæla 8’ari og 6´ari á miðvøllinum. Eftir eitt stórt kanningararbeiði um leikaran, fingu vit bara jaligar afturmeldingar. Øll søgdu tað sama: Hann er ein góður leikari og ein framúr góður liðfelagi. Eftir samrøðu við spælaran tók tað ikki langa tíð, áðrenn avtala varð gjørd við ‘Mido,’ sum hann verður kallaður.

Soleiðis greiddi André Dalfoss, TB-formaður, Portalinum frá 9. mars. TB hevur fimm stig fyri fimm umfør og er á 8. plássi í Betrideildini.

7. umfar í Betrideildini verður, sum sagt, spælt í dag. Dystirnir eru hesir:

Kl. 15: FC Suðuroy - KÍ
Kl. 17: B68 - Víkingur
Kl. 18: HB - TB
Kl. 18.30: 07 Vestur - B36
Kl. 18.30: EB/Streymur - NSÍ



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

37 Leygardagur 26. apríl 2025

Íslendskur venjari settur í samband við HB

Miðlar í Íslandi vilja vera við, at HB ynskir Arnar Grétarsson sum avloysara fyri Adolfo Sormani. Formaðurin í HB kennir einki til hesa søguna

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- HB er eftir einum íslendskum venjara.

Hetta kom fram í sendingini "Þungavigtinni" hjá Vísir mánadagin. Týsdagin skrivaði 433 hjá dv.is, at sambært teirra keldum, roynir HB at fáa fatur á Arnari Grétarsson.

Miðilin vísir á, at HB byrjaði kappingarárið í Føroyum væl, men at liðið síðani hevur tapt tríggjar dystir á rað - seinast 4-0 móti KÍ.

Ivi er sáddur um framtíðina hjá Adolfo Sormani. Italiumaðurin hevur annars sáttmála fyri í ár og 2026 afturat.

Arnar Grétarsson er 53-ára gamal, og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vali. Hetta var til í august í fjør.

Annars hevur Grétarsson stjórnað Breiðablik og KA Akureyri í heimlandinum, umframt K.S.V Roeselare í Belgia. Eisini hevur íslendingurin verið ítróttarstjóri í so stórum feløgum sum Club Brügge og AEK Athen.

[object Object]

Hvussu stór hald í hesari søguni er ilt at siga, men í HB kennast tey so ikki við útleggingina hjá 433. Hetta gjørdi formaðurin greitt, tá Portalurin týsdagin bað hann fyrihalda seg til søguna.

- Hetta eru leysasøgur. Eg kenni einki til hetta, segði Ransin Napoleon Djurhuus, formaður í HB, í stuttari viðmerking við Portalin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

38 Leygardagur 26. apríl 2025

NSÍ-kvinnurnar vunnu trygt í Gundadali

NSÍ-kvinnur fingu gongd á í seinna hálvleiki og vunnu 7-0 móti B36. 6. umfar í Betri deildini hjá kvinnum var 2. páskadag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fult umfar var í Betri-deildini við kvinnum 2. páskadag. Talan var um 6. umfar í landskappingini.

Úrslitini gjørdust hesi:

B36 - NSÍ 0-7 (0-1)
05' 0-1 Heidi Sevdal (Jonnhild á Sondum)
49' 0-2 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
58' 0-3 Lena Olsen (Heidi Sevdal)
60' 0-4 Dania Olsen (Rúna Olsen)
64' 0-5 Heidi Sevdal (Helga Mikkelsen)
74' 0-6 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
83' 0-7 Heidi Sevdal (Jonnhild á Sondum)

Víkingur - Skála ÍF 6-0 (4-0)
13' 1-0 Fríða Magnussen (Eydna Dalheim)
26' 2-0 Rakul Sørensen (Anna Katrina Mikkelsen)
33' 3-0 Jensa Tórolvsdóttir (Rakul Sørensen)
42' 4-0 Jensa Tórolvsdóttir (Fríða Magnussen)
42' 5-0 Jensa Tórolvsdóttir (Anna Katrina Mikkelsen)
73' 6-0 Miriam Stauss

KÍ - FC Hoyvík 10-0 (2-0)
03' 1-0 Maria Johansen (Tóra Mohr)
32' 2-0 Tóra Mohr (Jórun Patawary)
46' 3-0 Sólja Ernstdóttir (Maria Johansen)
49' 4-0 Jancy Mohr (Eyðvør Klakstein)
51' 5-0 Tóra Mohr (Sólja Ernstdóttir)
68' 6-0 Sólja Ernstdóttir (Eyðvør Klakstein)
74' 7-0 Tóra Mohr (Eyðvør Klakstein)
86' 8-0 Elspa Maria Zachariassen (Tórunn Joensen)
88' 9-0 Tóra Mohr (Lóa Samuelsen)
89' 10-0 Eyðvør Klakstein (Sólja Ernstdóttir)

07 Vestur - HB 0-5 (0-2)
20' 0-1 Elin Maria Isaksen
38' 0-2 Rúna Jacobsen (Elin Maria Isaksen)
58' 0-3 Sunniva Willemoes
64' 0-4 Sunniva Willemoes (Elin Maria Isaksen)
85' 0-5 Sunniva Willemoes

Reytt kort: Drós Petersen, 07 Vestur

Støðan

NSÍ 18 stig
KÍ 15 stig
HB 13 stig
Víkingur 10 stig
B36 6 stig
07 Vestur 6 stig
Skála ÍF 3 stig
FC Hoyvík 0 stig

Komandi dystir

Leygardagin 26. apríl kl. 16: NSÍ - 07 Vestur

Sunnudagin 27. apríl kl. 12.30: HB - KÍ
Sunnudagin 27. apríl kl. 17: Skála ÍF - B36
Sunnudagin 27. apríl kl. 18: FC Hoyvík - Víkingur

Myndirnar eru frá dystinum í Gundadali millum B36 og NSÍ. Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

39 Leygardagur 26. apríl 2025

Jóhanna Fossdalsá leingir við BK Häcken

19 ára gamla hoyvíkskvinnan leingir við BK Häcken í Gøteborg. Hon er millum tær fyrstu ellivu í nærum hvørjum dysti

Jóhanna Fossdalsá Sørensen (Mynd: BK Häcken)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur longt sáttmálan við svenska toppfelagið BK Häcken í Gøteborg til á sumri 2027.

BK Häcken fegnast um at leingja við hoyvíkskvinnuna, sum hevur havt týðandi leiklut á miðvøllinum. Seinasta kappingarár byrjaði hon inni í 24 av 26 landskappingardystum, og varð skift inn í hinum báðum. Í vetur var hon eisini útnevnd ársins talent í Danmark.

19 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen sigur seg vera menta nógv síðan hon kom til Svøríkis.

- Eg eri vorðin betri leikari nú ein stór ábyrgd liggur á mær, og eg megni at avrika undir trýsti. Eg taki skjótari og betri avgerðir við bóltinum, sigur Jóhanna Fossdalsá við heimasíðuna hjá felagnum.

Stórtalentið hevur spælt við donsku ungdómslandsliðnum, og hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

40 Leygardagur 26. apríl 2025

Kyndil spældi seg aftur í finalurnar

Eins og menninir, skulu kvinnur felagsins spæla um gull. Fýra mál vórðu munurin móti Neistanum 2. páskadag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Afturvenda Turið Arge Samuelsen varð toppskjútti við átta málum, tá Kyndil vann 27-23 á Neistanum á Hálsi.

Hetta var onnur hálvfinalan, og tá Kyndil eisini vann ta fyrstu, so varð finaluplássið tryggjað.

Tað var javnleikur í steðginum, men í seinna hálvleiki fór Kyndil - eisini við einari sterkari verju frá.

Harvið skulu greipuvinnararnir frá í fjør verja heitið.

Mótstøðan í finaluni varð ikki funnin fyrr enn hóskvøldið, eftir at H71 og VÍF skuldu út í eina avgerðandi triðju hálvfinalu. 

Sí allar myndir, sum Sverri Egholm tók á Hálsi, her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2025

41 Leygardagur 26. apríl 2025

Stendur á jøvnum í FM-finalunum hjá monnum

Hoyvíkingar vunnu á Hálsi og so vunnu Kyndilsmenn í Hoyvík. Triðja finalan verður í morgin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í hondbóltskappingin fyri menn eru teir komnir so mikið langt, at føroyameistaraheitið kundi verið avgjørt í morgin, tá triðja FM-finalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn.

Men tað verður ongin avgerð hetta vikuskiftið. Tí Kyndil og H71 hava vunnið hvør sína finalu higartil, so tað stendur á jøvnum. Tað er ikki fyrr enn annað liðið hevur vunnið tríggjar finaludystir, at FM-vinnarin kann heiðrast.

Fyrsti finaludystur á Hálsi leygardagin endaði við 29-28 sigri til hoyvíkingar.

Og tað var eisini tætt í øðrum finaludysti í Hoyvíkshøll hóskvøldið. Tá vunnu Kyndilsmenn við tveimum málum 33-31.

Sí myndirnar frá seinna finaludystinum her

Triðji finaludystur millum Kyndil og H71 verður sunnukvøldið kl. 18

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

42 Leygardagur 26. apríl 2025

H71 tók fyrsta fetið móti enn einum FM-heiti

Tóraldur Kollsker var stóra hetjan í Hoyvík, tí málverjin bjargaði brotskastinum hjá Williami Skovsager í síðsta sekundi. H71 vann fyrstu FM-finaluna 29-28

Høgni Heinason varð toppskjútti hjá H71 - ungi spælskiparin spældi serliga væl í 2. hálvleiki í ógvuliga tøttu finaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og undanfarna mikukvøld, gjørdist fyrsta FM finalan ógvuliga tætt og inntens í einum ógvuliga fysiskum dysti í einari larmandi høll á Hálsi. Men í mun til triðju hálvfinaluna millum Kyndil og StÍF, endaði fyrsta FM-finalan millum Kyndil og H71 eftir 60 minuttir. Tað kundi tó meira enn so enda í longdari leiktíð ella meira, tí stórur spenningur var størsta partin av dystinum, og Kyndil fekk brotskast, beint sum tíðin fór.

Eina løtu sá tað út til, at tað ikki fór at gerast so spennandi. H71 skoraði bert fimm mál fyrstu tjúgu minuttirnar móti hørðu og góðu Kyndils-verjuni. Rókur Akralíð og Ovi Lützen vóru sterkir mitt fyri, meðan Rógvi Dal-Christiansen hevði ógvuliga gott tamarhald á Briani Slyne á bakkinum, sum eins og hinir hoyvíkingarnir høvdu striltið við at vinna nærdystirnar. Tórður Guttesen hevði sínar bjargingar, og í hinum endanum hevði H71 tað trupult við Tobias Thisen.

Hyggjuráðini hjá H71 vóru at fara longur út at verja við Jákupi Egholm fremst og mitt í, og blaðunga Haraldi Karlsson eisini álopskent sum 2'ara. Hetta órógvaði Thisen og William Skovsager og álopsspælið hjá Kyndli sum heild. Teir grønu gjørdu nógv mistøk seinastu løtuna fyri steðgin, og hetta revsaði H71 væl. Skjótt fór tað frá +4 niður á null, tó at Rókur Akralíð í góðari atgerð í seinastu sekundunum fyri steðgin skoraði til 13-12.

Í seinna hálvleiki var bert tríggjar ferðir trý mál á muni (23-21, 26-24 og 29-27 til H71). Annars skiftust liðini leingi um at skora. Tað var nógvur nervi í, og tað snúði seg um at tálma mistøkum - og hjá H71 serliga um at tálma Thisen.

Kyndil misti vinstra vongin, Jákup Jørgensen, tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann rakti Torstein Sivertsen í høvdið við brotskasti - Torstein kom inn og gjørdi mun við nøkrum stórbjargingum. Høgni Klein Olsen var ikki tøkur at spæla hendan dystin, so blaðungi Teitur Poulsen Hellisdal fekk minuttir á vonginum í stórdystinum.

[object Object]Jákup Jørgensen fegnast her um sítt mál í brotskastskappingini móti StÍF. Fimm minuttir eftir steðgin í kvøld varð hann rikin av vølli (Mynd: Sverri Egholm)

Móti endanum lá tað eisini meira til H71, sum tyktiskt at hava tað meira orku eftir fleiri hvílidagar. Liðið vann fleiri nærdystir í seinna hálvleiki og fekk eisini fleiri mál í fyrstu bylgju.

Brian Slyne fekk nøkur góð mál, toppskjúttin Høgni Heinason - sum eisini hevði funnið strikuspælararnar væl eftir steðgin - tók ábyrgd, og tað gjørdi Haraldur Karlsson á høgra bakki eisini. Hann økti til +2, tá hálvur minuttur var eftir við sínum triðja máli. Tobias Thisen, ið aftur veruliga gjørdi bart seinastu løtuna, minkaði um munin so at siga beinanvegin, og so var drama.

Tórður Guttesen stóð fyri stórari tvífaldari bjarging, tá H71 royndi at avgerða, og so fór Thisen til stroks. Hann fann William Skovsager, sum fekk brotskast í seinasta sekundi. Hetta skuldi nummar fimm sjálvur skjóta, men eins og stutt framanundan í gjgnumbroti, brendi sterki vinstri bakkurin. Royndi málverjin Tóraldur Kollsker las skjúttan og gjørdist stóra hetjan í Hoyvík.

[object Object]
Tóraldur Kollsker, her við landsliðnum í 2020, flutti aftur til Føroya í januar. Sunnukvøldið vunnu hann og liðfelagarnir á Róki Akralíð og teimum. Tað var málverjin, sum í seinasta sekundi bjargaði skoti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

29-28 og fyrimunurin til H71 undan finalu nummar tvey í Hoyvík hóskvøldið 24. apríl. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari. 

Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini
Leygardagin 19. apríl
Kyndil - H71 28-29 (13-12)

Toppskjúttar: Tobias Thisen 10 mál (Kyndil), Høgni Heinaseon 8 mál (H71)

Reytt kort: Jákup Jørgensen (Kyndil) 35' (beinleiðis reytt)

Sunnudagin varð bronsudysturin spældur í Vestmanna. Hann vann VÍF 35-30 á StÍF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

43 Leygardagur 26. apríl 2025

Hoyvíkskvinnur í FM-finalunum

Við 34-26 sigri í triðju hálvfinaluni móti VÍF tryggjaðu H71-kvinnur sær pláss í FM-finalunum móti Kyndli

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

H71 og VÍF máttu út í eina triðju hálvfinalu eftir, at VÍF 2. páskadag vann aðru hálvfinaluna við einum sigursmáli í seinasta sekundi.

H71 hevði annars vunnið fyrstu hálvfinaluna í Vestmanna eftir brotskastkapping eftir at tað var javnt eftir vanliga leiktíð og eykatíð.

Úrslitið av vanliga dystinum var 29-29 og eftir 2x5 minuttir eykadyst 33-33. Hoyvíkskvinnurnar vunnu við at skora upp á øll síni brotskast.

Í øðrum dysti í Hoyvík komu ikki so nógv mál. VÍF vann dystin, tá tað eydnaðist Rannvá Olsen at skora sigursmálið til 20-19 í evsta sekundi.

Sí myndirnar frá hesum dystinum

Harvið skuldi ein triðja og avgerandi hálvfinala spælast í Hoyvíkshøll hóskvøldið. Heer gjørdist úrslitið meira greitt. H71 tryggjaði sær finalupláss við at vinna 34-26. Støðan í hálvleikinum var 13-13.

Maria H. Weyhe, H71, og Fríða Nolsøe Olsen, VÍF, gjørdust toppskorarar. Tær skoraðu báðar 11 mál í dystinum.

Harvið skulu H71 og Kyndil spæla finalur um føroyameistaraskapin. Spælt verður best av fimm finalum.

Fyrsta finalan veræur spæld í Høllini á Hálsi í morgin, sunnudagin, kl. 15.30.

Sí myndir frá triðju hálvfinaluni her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

44 Leygardagur 26. apríl 2025

Pól Hendrikur settur sum kropsligur venjari - Jens er nú settur fulla tíð

Hondbóltsambandið styrkir um ítróttarliga toymið og skal í størri mun veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving á kropsliga og mentala økinum

Pól Hendrikur Andreasen og Jens á Skipagøtu við Tjarnir, sum verður teirra arbeiðspláss (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyri at tryggja framhaldandi menning av føroyskum hondbólti, bæði fyri breidd og úrval, hevur HSF sett bæði fulltíðar kropsligan- og mentalan venjara í starv.

Tað sigur Hondbóltssamband Føroya í sambandi við, at Pól Hendrikur Andreasen er nýggjur kropsligur venjari hjá HSF, og at Jens á Skipagøtu nú fer at starvast fulla tíð.

- HSF ynskir við hesum, í størri mun, at veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving á hesum økinum. Landsliðini fáa samstundis serkønan stuðul, sum styrkir um leikaramenning og samstarv millum lið, venjarar og stuðulstoymi. Mentalur og kropsligur stuðul gevur leikarunum eitt trygt og mennandi umhvørvi og stimbrar drívmegi hjá leikarunum at halda fram við ítróttinum.

Víst verður á, at leikaratilfeingið í Føroyum er avmarkað samanborið við flestu londini, sum man kappast við. Fólkatalið er tað, sum tað er, men so snýr tað seg um at tryggja, at føroyskir hondbóltsleikara hava so góðar møguleikar sum gjørligt fyri at mennast og trívast - serliga um man vil bjóða seg fram á landsliðunum.

- Fyri at vera kappingarfør, er tað umráðandi, at føroyskir leikarar eisini fara uttanlands at spæla ávís tíðarskeið á teirra hondbóltsleið. Setanin av einum mental- og kropsligum venjara, er eisini ein liður í at styrkja verandi ítróttaligu ráðgevingina í HSF, sum kann veita leikarunum ráðgeving í mun til, hvat umhvørvi og støði er hóskandi hjá teimum at spæla á, umframt at hjálpa teimum at trívast og avrika har teir eru. Í mun til hetta verður ein av uppgávunum hjá Jensi og Pól Hendrikki at hava regluligt samskifti við landsliðsleikarar og vegleiða (bæði á ungdóms- og A landsliðunum), tá talan er um viðurskifti á og uttanfyri vøllin. 

Jens á Skipagøtu settur sum mental venjari
Jens á Skipagøtu hevur í fleiri ár virkað sum mentalvenjari hjá fleiri av føroysku landsliðunum. Uppgávan er nú vaksin somikið, at HSF hevur gjørt av at seta Jens á Skipagøtu í fulltíðarstarv.

Fyribils er hetta tíðaravmarkað til tvey ár. Í starvinum verður hann framhaldandi mentalvenjari hjá landsliðunum, og skal hann eisini menna tilvitanina um tann mentala partin av hondbóltsspælinum hjá landsliðsvenjarum og venjarum í føroysku feløgunum, skrivar HSF.

Jens á Skipagøtu er hoyvíkingur og fyrrverandi málverji. Hann er maður forkvinnuna í HSF, Gunn Ellefsen, og faðir at landsliðsspælarunum Eliasi og Róa Ellefsen á Skipagøtu.

[object Object]
Jens á Skipagøtu og Elias Ellefsen á Skipagøtu til eina landsliðsvenjing hjá monnum, har Jens er mentalvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Jens á Skipagøtu er útbúgvin fólkaskúlalærari. Harumframt hevur hann akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi. Í løtuni er Jens á Skipagøtu í ferð við at taka yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi og masterútbúgving í trivnaðar- og resourcepsykologi á Aarhus Universiteti. Jens hevur starvast sum skúlalærari og skúlaleiðari seinastu nógvu árini, umframt at hava egið virki. 

- Ítróttur á høgum stigi er ikki bert kropsliga avbjóðandi, men eisini mentalt krevjandi. HSF hevur tí lagt alsamt størri dent á at arbeiða við tí mentala partinum av hondbóltsspælinum. Hetta arbeiðið er liður í føroyska leistinum og fyri at røkka teimum málum og visiónum, sum føroyskur hondbóltur hevur sett sær.

[object Object]
Jens á Skipagøtu virkar eisini sum málmans- og mentalvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Pól Hendrikur Andreasen nýggjur kropsligur venjari hjá HSF
HSF hevur eisini sett Pól Hendrik Andreasen í fulltíðarstarv sum kropsligur venjari.

Pól Hendrikur kemur at samstarva við føroysku feløgini um kropsliga venjing, herundir at skipa leistir, ið kunna brúkast av feløgunum til betri kropsliga venjing. Hann er longu farin undir arbeiði.

- Karmarnir fyri kropsligari venjing eru batnaðir hjá flestu feløgunum seinastu árini, og tí ynskir HSF nú, saman við feløgunum, at tryggja eitt høgt venjingarstøði. Kropsligi venjarin verður partur av leikaramenningini fyri at tryggja, at ungu leikarar fáa eina góða innlæring í kropsliga venjing.

Pól Hendrikur Andreasen hevur bachelor útbúgving í Sports Rehabilitation frá University of Salford í Onglandi, og hartil útbúgving sum persónligur venjari. Hann hevur royndir sum kropsligur venjari hjá 07 Vestur, og er haraftrat bæði formaður og høvuðsvenjari í styrkifelagnum Stoyt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

45 Leygardagur 26. apríl 2025

U18-menn komnir beinleiðis til EM 2026

Vegna góðu úrslitini hjá ungu føroysku mansliðunum seinastu fýra árini, eru Føroyar styrkismettar í topp 11 í Evropa á hesum økinum. Hetta hjálpir ungu monnunum, sum í summar skulu til EM-endaspæl í Serbia

Teir, sum eru í U18-aldri nú, fáa nú sín fyrsta møguleika at vera við til eitt endaspæl (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni var lutakast til EM 26-undankappingina í hondbólti fyri U18-landslið við monnum.

Tjúgu lið vóru í pottinum, men Føroyar vóru ikki millum hesi. Orsøkin er, at Føroyar longu hava pláss í endaspælinum í juli og august.

Tað er høga styrkismetingin hjá Føroyum í ungdómshondbólti hjá monnum, sum ger hetta. Føroyar eru millum 14 tey bestu, um hugt verður eftir úrslitunum seinastu fýra árini, og 14 lið eru beinleiðis við, vísir Hondbóltssambandið á. 

- Á styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómshondbólt á manssíðuni, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 11. Listin byggir á úrslitini fýra ár aftur, har Føroyar hava havt góð úrslit. 14 tey fremstu liðini á listanum koma beinleiðis til endaspælið hesuferð, meðan 10 tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping.

Í 2023 endaðu U21-menninir (02 og 03-árgangirnir) nummar sjey í HM-endaspæli, og U19-menninir (04 og 05-árgangirnir) nummar átta í HM-endapæli. Tað er slík úrslit, sum spæla inn. 

U18 EM er tað fyrsta stóra endaspælið, sum er, og harvið verður tað ein serstøk uppliving hjá teimum føroyingunum, sum nú eru í hesum aldursbólkinum. Her verður talan um 08-árgangin og yngri.

Í fjør spældi táverandi U18-landsliðið EM. Har gekk tað so mikið væl, at Føroyar í summar aftur skulu spæla HM fyri U19-lið.

U18 EM-endaspælið er á skránni í Serbia í døgunum 29 juli til 9. august 2026.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

46 Leygardagur 26. apríl 2025

Stórur steypafinaludagur á Sandi í dag

Klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og Mjølni, og klokkan 18 byrjar steypafinalan millum mansliðini hjá somu feløgum

Menninir hjá Mjølni fara eftir enn einum steypi leygardagin - og greipuni (Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna vikuskifti var stórur hálvfinaludagur á Giljanesi, har bæði mans- og kvinnuliðini hjá Fleyr og Mjølni spældu seg í steypafinalurnar.

Í dag verða finalurnar í Bónuskappingini spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi. 

Kvinnur: Fleyr - Mjølnir kl. 15
Menn: Mjølnir - Fleyr kl. 18

Fyrr í ár spældu børn og ung eisini steypafinalur í góðu umstøðunum á Sandi.

Hetta verður endabresturin fyri flogbóltskappingarárið í Føroyum, og nógv er uppá spæl. Kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá Mjølni fara eftir greipuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025

47 Leygardagur 26. apríl 2025

Havnin ímóti Klaksvík í Bónus steypafinalunum

Steypafinalurnar í flogbólti verða spældar í dag í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi

(Mynd: FBF)
SkrivaÐ:

Innsent

Í dag verða finalurnar í Bónus steypakappingini í flogbólti spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi, og bæði hjá monnum og kvinnum verða finalurnar ein uppgerð ímillum Fleyr og Mjølnir.

Kvinnur: Fleyr – Mjølnir kl. 15

Sum føroyameistari noyðist Fleyr at taka leiklutin sum favorittur á seg, men hyggja vit at úrslitunum, sum hava verið í landskappingini teirra millum í ár, so er kortini lítið, sum hevur skilt tey, og allir tríggir dystirnir vóru fimmsettarar. Mjølnir vann ein, og Fleyr tveir, og tá hevði Mjølnir fimm dystarbóltar í eina ósigrinum. Tó vann Fleyr 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingini, men eisini tann dysturin var javnur.

Fáa vit fjórða fimmsettaran í finaluni?

Hagtølini
Mjølnir hevur verið steypavinnari sjey ferðir, men seinasta ferðin var afturi í 2014. Tá hevði Fleyr framvegis ongantíð verið steypavinnari. Fleyr vann fyrstu ferð steypakappingina í 2016, og hevur síðan vunnið tvær afturat.

Bert eina ferð áður hevur finalan verið ímillum Mjølnir og Fleyr. Tað var í 2014, tá Mjølnir vann 3-0. Tað var samstundis fjórði steypafinalusigurin upp í slag hjá Mjølni, og tað hevur eingin annar megnað. Aftrat teimum sjey vunnu steypafinalunum hevur Mjølnir eisini tapt tvær; aðra fyri TB og hina fyri SÍ. Aftrat sínum trimum sigrum hevur Fleyr tapt fimm ferðir: í fjør fyri Drátti og fyrrárið fyri SÍ. Tvær aðrar eru taptar fyri SÍ, og so tann eina fyri Mjølni.

Steypafinaluúrslit hjá Fleyr og Mjølni síðan fyrstu finalurnar í 2000:
2024 Dráttur – Fleyr 3-2 (28-26, 25-23, 07-25, 25-21, 15-13)
2023 SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-19, 25-14)
2022 Fleyr – SÍ 3-1 (22-25, 25-15, 25-23, 25-21)
2020 SÍ – Mjølnir 3-2 (25-23, 25-27, 25-22, 19-25, 15-06)
2019 SÍ - Fleyr 3-2 (23-25, 22-25, 25-18, 25-18, 15-12)
2018 Fleyr – Dráttur 3-2 (22-25, 22-25, 25-15, 25-21, 15-08)
2016 Fleyr - SÍ 3-0 (25-14, 25-22, 25-20)
2014 Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-18, 25-21, 25-14)
2013 Mjølnir – SÍ (3-1, 19-25, 25-18, 19-22, 25-19)
2012 Mjølnir – SÍ 3-1 (25-22, 25-16, 19-25, 25-11)
2011 Mjølnir – SÍ 3-2 (25-15, 22-25, 25-19, 22-25, 15-12)
2009 SÍ – Fleyr 3-1 (25-19, 25-21, 22-25, 30-28)
2005 Mjølnir - TB 3-1 (25-20, 25-21, 13-25, 25-19)
2002 TB – Mjølnir 3-1 (25-18, 25-23, 13-25, 25-22)
2001 Mjølnir – Dráttur 3-2 (17-25, 17-25, 25-23, 25-15, 19-17)
2000 Mjølnir – Dráttur 2-0 (21-16; 21-16) (21-18; 24-22)

Samanlagt:
Fleyr: vunnið 3; tapt 5
Mjølnir: vunnið 7; tapt 2

Menn: Mjølnir - Fleyr kl. 18

Fyri sjeyndu ferð upp í slag er Mjølnir í steypafinaluni, og føroyameistarin sleppur ikki undan at verða útnevndur favorittur, eisini hóast Fleyr uttan himpr vann 3-0 á SÍ í hálvfinaluni. Í landskappingini var sjáldan, at Fleyr megnaði at bjóða Mjølni av, men í tí eina av teimum fýra dystunum fór dysturin út í fimta sett, áðrenn Mjølnir vann. Eisini í bólkaspælinum hevði Mjølnir gott tak á Fleyr og vann 3-1.

Hagtølini
Finalan hjá Mjølni er tann 16. í røðini hjá teimum. Sjey eru vunnar og átta taptar. Í fjør tapti Mjølnir 3-1 fyri SÍ, sum eins og Mjølnir hevur verið 16 ferðir í finaluni; vunnið sjey og tapt níggju. Metið fyri flest steypasigrar eigur kortini ÍF við níggju sigrum í 14 finalum.

Fleyr er rárari gestur í steypafinaluni, og hevur bara verið í fýra finalum, og bert eina ferð hevur tað eydnast at fingið steypið til høldar. Tað var við 3-1 sigri á SÍ í 2017. Hinar tríggjar finalurnar hevur Fleyr tapt fyri Mjølni. Meira enn einaferð roknaðu nógv Fleyr sum favoritt tá, men Mjølnir tók teir á bóli. Verður tað øvut hesa ferð?

Steypafinaluúrslit hjá Mjølni og Fleyr síðan fyrstu finalurnar í 2000:
2024 SÍ – Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)
2023 Mjølnir – SÍ 3-1 (19-25, 25-19, 25-21, 25-20)
2022 Mjølnir – ÍF 3-1 (25-14, 23-25, 25-18, 25-18)
2021 ÍF – Mjølnir 3-2 (21-25, 25-21, 25-20, 19-25, 15-12)
2020 Mjølnir – SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)
2019 Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-23, 25-20, 25-14)
2017 Fleyr – SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-18, 26-24)
2012 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-16, 25-15)
2011 ÍF – Mjølnir 3-2 (25-13, 25-21, 21-25, 18-25, 15-13)
2010 SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 25-19, 18-25, 25-19)
2008 SÍ – Mjølnir 3-1 (26-24, 25-13, 18-25, 26-24)
2007 Mjølnir – ÍF 3-0 (25-16, 25-21, 25-15)
2006 Mjølnir – Fleyr 3-0,(25-22, 26-24, 25-23)
2005 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-18, 25-23)
2001 ÍF – Mjølnir 3-0 (25-17, 25-20, 25-15)
2000 Mjølnir – Fleyr 2-1 (21-17; 15-21; 7-2) (16-21; 20-22) (15-10)

Samanlagt:
Mjølnir: vunnið 7; tapt 8
Fleyr: vunnið 1; tapt 3


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2025

48 Leygardagur 26. apríl 2025

Fleyr í steypafinaluni eftir fimmsettara ímóti SÍ

Javnbrótari skuldi til fyri at finna finalistin í steypafinaluni hjá kvinnum

Fleyr-kvinnur fagnast um sigurin á SÍ (Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Bónuskappingin - hálvfinala, kvinnur:
Fleyr – SÍ 3-2 (22-25, 25-22, 25-20, 24-26, 15-7)

Føroyameistarin Fleyr spældi seg leygardagin í finaluna í Bónus steypakappingini eftir rimmar finalu ímóti SÍ, sum endaði 3-2 til Fleyr.

Eftir at hava vunnið hvør sítt sett 25-22, gekk javnt á í triðja setti, og soleiðis gjørdist støðan 20-20, tá Fleyr vann næstu fimm stigini og settið 25-20.

Við knívinum á barkanum eydnaðist SÍ at vinna fjórða sett 26-24, eftir at hava verið frammanfyri mesta partin av settinum. Fyrsti settbólturin var tó ikki gagnnýttur, og Fleyr javnaði til 24-24, men við serviessi gjørdi Sissal Ellefsdóttir tað til 26-24.

Og við serviessi frá Jannu Falkvard vann SÍ fyrsta stigið í javnbrótaranum, men síðan gekk skjótt skeiva vegin, og Fleyr legði seg á odda 5-1. SÍ megnaði ongantíð aftur at fáa rættiligt samband við Fleyr, sum legði seg á odda 8-3 og 11-4, áðrenn settið varð vunnið 15-7, eftir at SÍ ikki fekk bilbugt við slagnum fá Anju Danielsen.

[object Object](Mynd: jn.fo)

KÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 17-25, 22-25)

Tað verður Mjølnir, sum Fleyr skal spæla ímóti í finaluni, sum verður spæld inni í Dal á Sandi í dag.

KÍF vann sín bólk í Bónuskappingini, og skuldi tí leika ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, Mjølnir. Lagt var upp til spennandi dyst. KÍF bleiv tó nakað skert miðskeiðis í fyrsta settinum, tá Milja Silvansdóttir meiddi sær økslina og mátti av vøllium. Dysturin bleiv ongangíð spennandi, tí Mjølnir var munandi betri enn KÍF á degnum.

KÍF kom ongantíð fyri seg í fyrsta setti, sum Mjølnir vann greitt, 16-25.

Í øðrum setti fekk KÍF eina góða byrjan, soleiðis at venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, mátti biðja um leikbrá við støðuna 7-3 til KÍF. Hetta sá í fyrstu atløgu ikki út til at hjálpa, tí Daria Burrows og Elsa Samuelsen hjá KÍF hildu áfram at sláa bóltar í Mjølnir gólvið, men spakuliga hálaði Mjølnir seg inn á KÍF, soleiðis at Arthur Djurhuus mátti biðja um leikfrá fyri KÍF við støðuna 13-11. Við nøkrum góðum servum frá Nicolu Toftegaard, fekk Mjølnir KÍF aftur við støðuna 14-14. Mjølnir helt áfram og við støðuni 16-19, mátti Arthur aftur biðja um leikbrá, men lítið hjálpti, tí Mjølnir vann settið 17-25

Triðja sett byrjaði nakað sum annað sett og við støðuna 4-7 tók Mjølnir leikbrá.

Hetta gav úrslit, tí Mjølnir fekk KÍF aftur við støðuna 8-8. Men KÍF fótaði sær og kom framum aftur 13-10. Dystur bylgjaði aftur og fram og við støðuna 14-15, máttir KÍF taka leikbrá. Liðini fylgdust síðani 16-16, 17-17, men so dróg Mjølnir frá og legði seg á odda 17-22. KÍF megnaði at svara eitt sindur aftur, men Mjølnir helt stand og vann settið 22-25 og harvið dystin og plássið í finaluni í Bónuskappingini.

Finalan millum Fleyr og Mjølnir byrjar klokkan 15 í dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

49 Leygardagur 26. apríl 2025

Fleyr gjørdi bart ímóti favorittinum SÍ og er í steypafinaluni

Tey fæstu væntaðu, at Fleyr fór at vinna hálvfinaluna á SÍ og uppaftur minni, at Fleyr fór at vinna ein so lættan 3-0 sigur, sum talan gjørdist um

(Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Bónuskappingin - hálvfinala, menn:
SÍ – Fleyr 0-3 (21-25, 20-25, 19-25)

Uttan at taka nakað frá Fleyr, so væntaðu tey fæstu, at Fleyr fór at vinna hálvfinaluna á SÍ og uppaftur minni, at Fleyr fór at vinna ein so lættan 3-0 sigur, sum talan gjørdist um.

Fleyr legði seg tíðliga á odda í fyrsta setti og helt síðani fyri tað mesta SÍ eini tvey, trý stig aftanfyri seg og vann 25-21.

Uppaftur lættari gekk í øðrum setti, og mesta partin av settinum var Fleyr frammanfyri við trimum og fýra stigum, áðrenn settið varð vunnið 25-20.

Væntaða aftursvarið frá SÍ kom ongantíð, og Fleyr var á odda 12-7 og 16-10, áðrenn SÍ gjørdi ein lítlan vørr og minkaði um munin til 17-18. Men gleðin var stokkut, tí Fleyr vann næstu fýra bóltarnar, og so hvarv spenningurin aftur, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-19 – og skal spæla steypafinalu Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

[object Object]

Eisini hjá monnunum verður steypafinalan ein kapping millum Fleyr og Mjølnir. Mjølnir vann sína hálvfinalu móti ÍF leygardagin

Bónuskappingin – hálvfinala, menn:
ÍF - Mjølnir 1-3 (20-25, 25-17, 14-25, 22-25)

Fyri tað mesta var Mjølnir greitt omaná, men stundum hótti ÍF, tó at tað í síðsta enda ikki var ivi um hvat betra liðið var.

Mjølnir hevði tamarhald á fyrsta setti frá byrjan, og so líðandi vaks munurin – onkuntíð upp í sjey – áðrenn Mjølnir vann 25-20.

ÍF svaraði tó aftur í øðrum setti og legði seg á odda 12-6 og 16-7 og vann settið 25-17.

Eina løtu sá út til at ÍF fór at standa Mjølni kurl, tí ÍF legði seg á odda 6-3 í triðja setti, men Mjølnir fótaði sær skjótt og fór framum 20-9 og vann settið 25-14.

ÍF var væl við aftur í fjórða setti og legði seg eisini á odda 15-14, men so kom stígur í, og Mjølnir fór framum 18-15 og 24-17 og hevði sjey dystarbóltar. ÍF yvirlivdi teir fimm, áðrenn Filip Ilic langaði tann sætta í gólvið hjá ÍF, og so var Mjølnir í síni sjeyndu steypafinalu á rað.

Í fjør taptu teir tó fyri SÍ, men í ár fara teir at verða roknaðir sum favorittar ímóti Fleyr, sum eitt sindur óvæntað við 3-0 sigri sendi SÍ úr kappingini fyrr í dag.

Steypafinalan millum Mjølnir og Fleyr verður spæld í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni í dag, leygardagin 26. apríl, kl. 18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

50 Leygardagur 26. apríl 2025

Kontrast FM verður á Hálsi í dag

FM-vinnararnir í badminton, borðtennis og judo skulu finnast. Byrjað verður klokkan 10, og kappingarnar koyra til nakað út á seinnapartin

Fyrsta finalan í judo byrjar klokkan 13 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu mongu árini hava tríggjar ítróttagreinar havt sín FM-dag saman.

Eins og tey flestu av hesum árunum, verður Kontrast 2025 í høllini á Hálsi. Fyrrapartin eiga badminton og borðtennis pallin, og eftir døgurða kemur judo uppí.

[object Object]Skráin fyri stóra finaludagin leygardagin - broytingar kunnu koma í

[object Object](Savsmynd: Sverri Egholm)

Kringvarpið fer at senda beinleiðs frá klokkan 13, og spenningur verður um, hvør fer avstað við ymisku heitunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2025

51 Leygardagur 26. apríl 2025

Kontrast FM: Finalistarnir í badminton funnir

Hjá kvinnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Miriam í Grótinum og Sanna Thorkildshøj hittast. Hjá monnunum skal FM vinnarin frá í fjør Rúni Øster, møta 18 ára gamla Christian Berg Petersen

Miriam í Grótinum er aftur í finaluni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini í vikuni, 2. páskadag.

Hjá kvinnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør. Miriam í Grótinum og Sanna Thorkildshøj, báðar úr Havnar Badmintonfelag, vunnu sær aftur pláss í finalunum.

Í fjør vann Miriam FM triðja árið á rað, sostatt vann hon sær steypið til ognar.

Í ár vann Miriam hálvfinaluna ímóti Miu Thorkildshøj, HBF. Sanna vann sína hálvfinalu ímóti Lenu Mariu Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag. Mia og Lena Maria hava sostatt vunnið bronsu.

[object Object]

Hjá monnunum skal FM vinnarin frá í fjør Rúni Øster úr Havnar Badmontonfelag møta 18 ára gamla Christian Berg Petersen - hann er eisini úr HBF.

Í hálvfinaluni vann Rúni á Árant á Mýruni, Miðvágs Badmintonfelag, meðan Christian vann á Jónas Djurhuus, HBF. Árant og Jónas eru soleiðis bronsuvinnarar.

Double-finalistar

Hósdagin snúð tað seg um tvímansleik hjá kvinnum og monnum.

Í innleiðandi dystunum hjá vaksnu kvinnunum spældu Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelag, seg í finaluna á heldur serligan hátt. Hetta við at sigra á yngru systrum teirra, Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen.

Í hinari hálvfinaluni vunnu tvíburðasystrarnar Sanna og Mia Thorkildshøj, Havnar Badmintonfelag, í tveimum settum á Julianna í Heiðunum og Miriam í Grótinum, eisini úr Havnar Badmintonfelag.

- Talan er soleiðis um eina endurtøka av finaluni í fjør, har Sanna og Mia sigraðu á Lenu Mariu og Bjarnhild í eini spennandi finalu í trimum settum. Sanna og Mia Thorkildshøj skulu soleiðis verja gullið, meðan klaksvíkskvinnurnar óiva eru svangar eftir at fáa gullheiðursmerkini við norð aftur, skrivar Badmintonsambandið.
 
[object Object]Sanna og Mia Thorkildshø eru aftur í finaluni (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
 
 
Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki hjá monnum vórðu spældir í Badmintonhøllini í Havn hóskvøldið.

Í tí einu hálvfinaluni vunnu Árant á Mýrini, Miðvágs Badmintonfelag, saman við Jónas Djurhuus, Havnar Badmintonfelag, í spennandi tveysettara á Christian Berg Petersen og Leika Dal-Christiansen úr Havnar Badmintonfelagi.
 
Í hini hálvfinaluni vunnu 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen saman við Fai Yin Wong á Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Ásbjørn Heide Olsen. Allir úr Havnar Badmintonfelag.

Í fjør sigraðu Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen á Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus í sera tøttum tveysettara í finaluni.
 
[object Object]
Jónas Djurhuus og Árant á Mýruni í finaluni í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2025

52 Leygardagur 26. apríl 2025

Hamar og Sporðdrekin í FM finalunum í kurvabólti

Havnarliðini spæla FM-finalurnar í kurvabólti í ár bæði hjá monnum og kvinnum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin fall avgerðin, at tað verða havnarliðini bæði, Hamar og Sporðdrekin, sum skulu spæla FM finalurnar í kurvabólti í ár.

Kvinnurnar hjá Hamar vunnu grundspælið, og tryggjaðu sær harvið annað plássið í finaluni. Hávur úr Klaksvík og Sporðdrekin skuldi í hálvfinaluni avgerða hvør skal spæla finaluna móti Hamar. Hálvfinalurnar verða leiktar best av trimum dystum. Sporðdrekin gjørdi reint borð, og vann báðar hálvfinalurnar móti Hávi og skulu spæla finalu móti Hamar.

Hjá monnunum verða tað somu feløgini, Hamar og Sporðdrekin sum hittast í finaluni. Hamar tryggjaði sær finaluplássið við tveimum sigrum móti Hávi. Størsti spenningur í hálvfinalunum var í dystinum millum Sporðdrekan og Ravn av Toftum. Hendan hálvfinalan bleiv avgjørd farna leygardag við einum triðja og avgerðandi dysti á Argjahamri. Heilt nógv fólk vóru komin í høllina, og fingu ein sera javnan og spennandi dyst. Dysturin var merktur av sera nógvum nærdystum og ikki so nógvum stigum. Tá alt kom til alt, kláraði Sporðdrekin at draga sigurin í hús og harvið eisini tryggjað sær plássið í finaluni móti Hamar.

FM finalurnar verða leiktar sum best av trimum. Fyrstu dystirnir hjá monnum og kvinnum verða í dag leygardagin 26. apríl í høllini á Argjahamri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

53 Leygardagur 26. apríl 2025

Komandi FM-kongurin

27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Innsent

27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi.

Langa fríggjadag vann hann fimta FM-sigurin higartil. Nú restar bara ein FM-sigur í til at leggja seg upp á síðuna á stórmeistaranum Helga Dam Ziska, sum av núlivandi føroyskum telvarum eigur flestar FM-sigrar.

Av okkara bestu telvarum hevur Høgni verið ein hin ídnasti luttakarin í Landsliðsbólkinum seinnu árini í árligu FM-einstaklingakappingunum í klassiskum standardtalvi. Sum nýklaktur altjóða meistari var hann rímiligt favorittur at vinna í ár, men ikki óvæntað gav meistarin árið fyri, Luitjen Akselsson Apol, honum skarpan gang.

Teir báðir góvu okkum undirhaldið og spenningin til síðsta leik. Báðir eru framfarnir hetta seinasta árið. Luitjen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør, tá ið hann vann føroyameistaraheitið eftir umdyst við brøðurnar Høgna og Rógva. Og á talvolympiaduni í Prag í fjør heyst vóru tað ikki minst Høgni og Luitjen, sum gjørdu bart. Høgni tryggjaði sær heitið sum altjóða meistari, og Luitjen tók fyrsta stikkið av trimum til sama heiti. Báðir hava fingið eitt meira búgvið telvingarlag. Eitt altjóða snið er komið yvir teir. Teir eru okkara triði- og næstbestu telvarar. Omanfyri teir báðar trónar stórmeistarin Helgi Dam Ziska. 

Helgi hevur vunnið FM seinastu fimm ferðirnar, ið hann hevur luttikið. Men líkt er ikki til, at hann er so altráur at vinna FM á hvørjum ári longur. Ella tíansheldur at fara eftir gamla FM-metinum hjá Palla Henriksen. Helgi setti sær longu sum heilt ungur størri mál enn at vinna fleiri FM enn nakar annar. Hann fór ofta heldur út í heim at telva um páskirnar. Hann miðaði sum kunnugt eftir at gerast stórmeistari, og rakk tí málinum við miðvísari langtíðarætlan. 

Nú vit eiga bæði stórmeistara og altjóða meistara í Føroyum, hevði árliga FM-kappingin fingið kærkomna upphevjan, høvdu báðir givið seg í kapping hvør móti øðrum um FM-heitið í standardtalvi (langtalvi). Men tað er ikki altíð, at teir bestu eru teir ídnastu í kappingini um meistaraheiti landsins. Magnus Carlsen hevur ikki lagt í at endurvinna norska meistaraheitið eftir at hann vann tað á fyrsta sinni í 2006, fremsti telvari Bretlands í drúgt áramál, Tony Miles, vann enska meistaraheitið bara einaferð (1982), og fleiri vita, at danski talvkongurin, Bent Larsen, gavst at telva um DM eftir ruddiliga sigurin í 1964, tá ið hann eisini taldsmis millum mætastu telvarar úti í heimi. Tá ið hann nógv ár eftir tað gjørdi eina roynd at endurvinna DM-heitið, var hann ov seinur á sjóvarfallinum, tí nú høvdu aðrir, yngri landsmenn yvirhálað hann.

Mest sannlíkt er tí, at Høgni Egilstoft Nielsen innan nøkur ár stendur við metinum sum føroyski FM-kongurin í talvi.

Luitjen kann sjálvandi gerast ein avbjóðari. Og hvussu við Rógva Egilstoft?

Ella hvat man Helgi ætla?

Føroyameistarar 2014-2025
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT
2025 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

Flest FM-heiti
Palli Henriksen, HT 9 FM-sigrar (1938-1952)
Helgi Dam Ziska, HT 6
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5
Heini Olsen, KTF 5
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Trý feløg
Í landskappingini eru trý feløg, sum serliga gera um seg. Havnar Telvingarfelag, Sandavágs Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Og tað vóru eisini telvarar úr hesum trimum feløgum, sum vunnu teir ymsu bólkarnar í FM.

Vágamaðurin vann sterkasta bólkin, klaksvíkingar vunnu 1 bólk og almenna bólkin, og unglingameistarin er úr Havn. Unglingasigurin var vunnin á føðingardegi felagsins, 18 apríl. Baldur B. Jørgensen er unglingameistari nummar 22 hjá Havnar Telvingarfelag síðan 1973, tá fyrsta FM-kappingin var.

1 bólkur - vinnarar 2021-2025
2021 Janus Skaale, KTF
2022 Heðin Gregersen, KTF
2023 Torkil Nielsen, ST
2024 Eingin kapping
2025 Flóvin M.Tummasarson, KTF

Almenni bólkurin - vinnarar 2019-2025
2019 Heðin Gregersen, KTF
2020 Flóvin M. Tummasarson, KTF
2021 eingin kapping
2022 Brandur Højgaard, RT
2024 Elias Petersen, HT
2025 Bogi á Kósini, KTF

Unglingar - vinnarar 2016-2025
2016 Kaj Olsen, HT
2017 Jón í Horni Nielsen, ST
2018 Luitjen A. Apol, HT
2019 Benjamin Reinert Fjallheim, HT
2020 Elias Petersen, HT
2021 Brestir Samuelsen, HT
2022 Jónas Sólsker, KTF
2023 Petur G. Magnussen, HT
2024 Lisa J. Xin, HT
2025 Baldur B. Jørgensen, HT


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2025

54 Leygardagur 26. apríl 2025

Fýra føroyameistarar við til FM í billard í Fuglafirði

Ikki færri enn fýra føroyameistarar vera við til spennandi FM kappingina fyri einstaklingar í billard í Fuglafirði um vikuskiftið

Páll Heri Nolsøe verandi føroyameistari í billard skal verja sítt heiti komandi vikuskiftið. Hóast hann hevur víst seg sum landsins besta spælara, so er greitt, at hann fer at fáa harða mótstøðu (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir kvalifiseringskappingina seinasta vikuskiftið hava hesir átta av landsins bestu billardspælarum spælt seg til finaluna um vikuskiftið: Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro, Bjarni Skaalum, Kristian Sune Høgnesen, Niels Nielsen, Urbanus Olsen, Jógvan Jørgensen og Markus Olsen.

Helvtin av spælarunum hava vunnið FM heitið fyri einstakligur fyrr. Teir eru Kristian Suni Høgnesen, Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro og Bjarni Skaalum. Her er vert at nevna, at Bjarni Skaalum, sum ikki hevur verið við í billardkapping í Føroyum nú í mong ár, vann FM heitið í 2006. Verandi føroyameistari er Páll Heri Nolsøe. 

Eingin ivi er um, at vit fara at fáa eina  spennandi og javna kapping við sera góðum billardspæli. Tað hava spælarar sum Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro longu víst í liðkappingini, sum er liðug. Men eisini fleiri av hinum spælarunum hava víst framúr spæl og verður tað eitt "kuriosum" at síggja føroyameistaran frá 2006, Bjarna Skaalum royna seg aftur í eini FM kapping. 

Kappingin fer fram í hølunum hjá Billardfelag Fuglafjarðar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2025