

Leygardagur 07. juni 2025 | Nr. 23 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 7
SíÐa 32
SíÐa 8
SíÐa 46
SíÐa 44
SíÐa 42
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Kongsvitjan og ríkisfundur standa fyri framman. Løgmaður hevur sett sær fyri at brúka ríkisfundin og eftirfylgjandi fundin í samstarvsráðnum til at leggja eitt ynski fram fyri danska statsministaran um ein nýggjan leist, hvussu ríkisrættarliga støða Føroya skal vera í ríkisfelagsskapinum framyvir.
Júst hvat føroysku ynskini eru, vildi løgmaður ikki koma nærri inn á, tá útvarpið tosaði við hann í vikuni. Fyrst skulu ynskini orðast. Talan verður um nakrar broytingar viðvíkjandi uttanríkispolitisku heimildunum, sum vit ynskja fyri at Føroyar, og herundir vælsaktans eisini Grønland, kunnu metast sum javnstillað lond í ríkiselagsskapinum.
Men áðrenn krøvini verða løgd fram fyri donsku stjórnini, skal løgmaður finna breiðu semjuna í Føroyum – ein semja sum hann trýr uppá eigur at kunna finnast. Tað snýr seg bara um at fáa vengurnar í føroyska politikkinum, Sambandið og Tjóðveldið, við.
Vorðið sum ambisjón. Serliga tá hugsað verður um, at stundir ikki eru til drúgvar samráðingar, tí ríkisfundurin verður týsdagin í aðru viku, og tessámillum skal ein kongsvitjan avgreiðast.
Eydnast løgmanni at finna hesa semjuna, verður tað eitt avrik, sum hevði komið væl við hjá javnaðarleiðaranum, nú øll parametur á popularitetskurvunum peika tann skeiva vegin. Tað vísti veljarakanningin, sum gjørd var í undanfarnu viku.
Um fyrsta vitjanin Fríðriks og frú í Føroyum, síðan tey settust í kongstrúnuna, kann gagnnýtast í hesum sambandi, er ilt at meta um.
Okkum kunnugt, er tað ikki politikkur á hægsta stigi, sum er á dagsskránni, tá kongaligi ríkisleiðarin er á almennari vitjan her á landi. Men vit vita tað ikki, tí frágreiðingar koma ikki frá slíkum fundum.
Men samráðingarstøðan hevði batnað mundandi hjá okkara fólkum, um hansara hátign kundi sannførast um at leggja eitt gott orð inn fyri føroyska ynskinum áðrenn ríkisfundurin verður fáar dagar eftir kongaligu vitjanina.
Nú fáa vit at síggja.
Varaløgkvinnan og nýggja forkvinnan í Tjóðveldi fær best umdømi frá veljarunum – einasta landsstýrisfólk, ið liggur oman fyri miðal
Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum, er tann av landsstýrisfólkunum, sum klárar seg frægast.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum. Teir 500 veljararnir, sum vóru við í veljarakanningini, sum varð kunngjørd í farnu viku, vóru eisini spurdir um hvat tey halda um politikararnar, sum mynda landsstýrið í løtuni.
Ikki tí at forkvinna Tjóðveldis klárar seg væl. Hon er bara einasta av landsstýrisfólkunum, sum fær eitt ummæli, sum liggur oman fyri miðal.
Síðan Sirið tók yvir borðendan í Tjóðveldi og eisini uttanríkis- og vinnumál, er hon farin eitt stig upp í ummæli í mun til tíðina, hon tók sær av almannamálum. Seinast vit bóðu veljararnar geva landsstýrisfólkunum ummæli var í september í fjør. Tá lá Sirið Stenberg beint undir miðal, 2,86 – og nú liggur hon beint omanfyri, 3,10, sum tað einasta av landsstýrisfólkunum.
Metingin av Sirið Stenberg er hækkað hjá bæði samgongu- og andstøðuveljarunum. Ummælið millum veljararnar hjá samgonguflokkunum er hækkað úr 3,42 í seinastu kanning (tá hon enn sat sum landsstýriskvinna við almannamálum) til 3,75 nú. Andstøðuveljararnir geva henni nú miðaltalið 2,69 í mun til 2,48 seinast.
Løgmaður dalar í ummæli
Verri er hjá løgmanni. Seinast lá hann á 2,74, men nú er metingin av honum dalað niður á 2,50, sum er tað næstlægsta.
Um vit kava eitt sindur niður í tlini, so síggja vit, at tað nú ein góður helmingur, 53 prosent, av veljarunum, sum heldur, at løgmaður hevur staðið seg illa ella sera illa, og einans 19 prosent, sum halda, at hann hevur klárað seg væl ella sera væl.
Í september í fjør vóru tølini ávikavist 42 og 27 prosent.
Ruth Vang framvegis vánaligt ummæli
Lægstu meting fær tað triðja floksfólkið í samgonguni, Ruth Vang. Úrslitið hesaferð er tó frægari enn seinast. Frá 2,14 upp á 2,31.
Her síggja vit, at tað nú eru 60 prosent, sum halda, at Ruth Vang hevur klárað seg illa ella sera illa og 21 prosent, sum halda hana hava staðið seg væl ella sera væl. Seinast vóru hesi tølini ávikavist 65 og 15 prosent.
Ikki so nógv hava meining um tey nýggju fólkini
Tey landsstýrisfólkini, sum annars klára seg so nøkulunda í eygunum hjá veljaraskaranum eru fyri tað mesta tey, ið enn eru nýggj í sessinum. Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum fær 2,95, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almanna- og mentamálum fær 2,91 og Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum fær 2,82.
Av tí at hesi landsstýrisfólkini eru rættiliga nýggj í sessinum, so eru tað nógv av teimum spurdu, sum ikki rættiliga hava eina meining um teirra avrik, og tí svara 3 (hvørki væl ella illa). Fyri Jóhan Christiansen eru tey 51 prosent, Eirik í Jákupsstovu 47 prosent og Súsannu Bertholdsen, ið hevur sitið eitt sindur longur, 43 prosent.
Bjarrni K. Petersen, landsstýrismaður við løgmálum, og Margit Stórá, landsstýriskvinna við umhvørvismálum ganga fram. Bjarni frá 2,79 til 2,98 og Margit frá 2,50 til 2,83.
Djóni N. Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum, sum fekk frægasta ummæli seinast, 3,06, er dalaður niður á 2,66 sum er triðniðjasta pláss, beint oman fyri løgmann og Ruth Vang.
Kvinnurnar mildari í sínum ummæli enn menninir
Kvinnurnar hava Sirið Stenberg á fyrsta plássi 3,35 í miðal, Bjarna K. Petersen á øðrum plássi (3,17) og Margit Stórá á triðja plássi (3,15). Ruth Vang fær ringast ummæli frá kvinnuligu veljarunum, 2,48.
Menninir eru nógv harðari í sínum ummæli, og hava Sirið Stenberg á fyrsta plássi (2,89) og henni á baki Jóhan Christiansen (2,87) og Bjarna K. Petersen (2,83). Menninir geva eisini Ruth Vang ringast karakter, 2,17 í miðal.
Teimum ungu – tað eru veljarar millum 18 og 44 ár – dáma best Sirið Stenberg, sum fær 3,10 í meðal frá teimum, meðan Ruth Vang liggur heilt niðri á 2,06. Tey eldru yvir 45 ár geva Sirið Stenberg 3,09 og eisini her liggur Ruth Vang niðast við 2,51.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2025
Veljarakanning vísir at 20 prosent av føroyingunum vilja hava, at farið verður undir at bora sum skjótast. Eisini eru tað nú meira enn helmingurin, sum trýr upp á, at tunnilin verður veruleikin innan fyri komandi 10 til 15 árini
Hóast spurningurin um Suðuroyartunnil hevur verið nógv frammi nú í sambandi við at málið var fyri á løgtingið, so er hugburðurin hjá føroyingum ikki so øgiliga nógv broyttur hetta seinasta hálvtannað árið.
Í sambandi við veljarakanningina hjá Portalinum í síðstu viku, settu vit nakrar spurningar um Suðuroyartunnilin, nett somu spurningar, sum vit eisini settu í kanning, ið varð gjørd 9. november 2023.
Upp á spurningin: “Hvat heldur tú um Suðuroyartunnilin?”, vóru tað 20 prosent av teimum spurdu, sum svaraði, at hann skal “gerast nú sum skjótast”. Í 2023 vóru tað 19 prosent.
Í ár vóru tað 60 prosent, sum svaraðu, at hann skal “bara gerast, um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt”. Í 2023 vóru tað 58 prosent.
Og í ár vóru tað 20 prosent, sum svaraðu, at hann “ikki skal gerast”. Í 2023 vóru tað 23 prosent.
Altso er eitt sindur størri vælvilji fyri Suðuroyartunlinum nú, men ikki so nógv størri.
Í ár vóru tað 4 prosent, sum ikki vistu – í 2023 vóru tey 6 prosent.
(greinin heldur fram undir stabbamyndunum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Politiskir munir
Um vit hyggja eftir politiska tilknýtinum, har svarini um tunnilin verða tengd saman við svarinum um hvønn flokk tey fara at velja, so eru ávísir munir at hóma.
Í 2023 vóru tað bert 17 prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum, sum hildu, at farast skal undir tunnilin sum skjótast. Nú eru tað 24 prosent. Hinvegin er undirtøkan millum tjóðveldisveljarar minkað. í 2023 søgdu 18 prosent av tjóðveldisveljarunum, at farast skal undir tunnilin beinanvegin – nú ery tey 11 prosent. 29 prosent av javnaðarfeljarunum (+ 3 prosentstig) og 22 prosent av fólkafloksveljarunum (+ 1 prosentstig) halda, at farast skal undir tunnilin beinanvegin.
Mótstøðan móti Suðuroyartunlinum er størst millum veljararnar hjá Framsókn og Miðflokkinum, har ávikavist 28 og 26 prosent av veljarunum halda, at tunnilin ikki skal gerast. Sigast skal tó, at tølini fyri teir smærru flokkarnar skulu takast við stórum fyrivarni, tí óvissan er stór her.
18 prosent av sambandsveljarunum (-11 prosentstig), 17 prosent av fólkafloksveljarunum (-5 prosentstig) og 9 prosent av javnaðarveljarunum (-11 prosentstig) eru ímóti at farið verður undir at gera Suðuroyartunnilin.
Fleiri trúgva upp á tunnilin nú
Kanningin vísir eisini, at tað nú er ein góður helmingur av føroyingunum, sum trýr upp á, at Suðuroyartunnilin kemur innan fyri 10 til 15 ár.
Í november 2023 vóru tað 39 prosent, sum svaraðu ja upp á spurningin “Trýrt tú uppá, at Suðuroyartunnilin verður veruleiki innan fyri 10-15 ár?”. Nú eru tað 51 prosent.
Heili 71 prosent av veljarunum í sunnara parti av Føroyum (Suðuroy og Sandoy eru taldar saman) trúgva nú upp á tunnilin – í 2023 vóru tey 48 prosent. Trúgvin upp á hesa verkætlanina er minst í økinum longst frá – í Norðoyum, har 45 prosent trúgva upp á at tunnilin kemur – í 2023 vóru tey 35 prosent.
Flest vilja hava Skúvoynna við
Vit spurdu eisini um tey halda at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Skúvoy. Nú svara heili 83 prosent ja – í 2023 vóru tað 59 prosent.
Her tykist sum um javnaðarveljarar eru minst heitir fyri at gera Skúvoynna til part av komandi Suðuroyartunlinum.
Meðan tølini eru nøkulunda lík fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, har oman fyri 80 prosent svara ja til at taka Skúvoynna við, so er tað bert tveir triðingar, 67 prosent, av javnaðarveljarunum, sum svara, ið siga ja.
Javnaðarveljararnir eru eisini meira ivasamir, og svara ikki spurninginum, en galdandi er fyri veljararnar hjá hinum stóru flokkunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Høgar kvinnur og høgir menn koma til Føroya í aðru viku
Mánadagin 16. juni og týsdagin 17. juni verða ávikavist ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum. Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesaferð verða teir hildnir í Føroyum.
Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum.
- Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini. Sum áður sagt, so arbeiða vit miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski statsministarin, Mette Frederiksen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Síðani verður fundur í samstarvsráðnum dagin eftir. Á fundinum skulu londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.
Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum
Føroyar
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum
Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri
Grønland
Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut
Múte B. Egede, landsstýrismaður við fíggjarmálum
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við uttanríkis- og granskingarmálum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Kongshjúnini vitja í Havn, Vági, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði
Í komandi viku 11. til 13. juni vitja kongshjúnini, H.H. Kongurin og H.H. Drotningin, í Føroyum. Løgmaður er vertur. Fullfíggjaða skráin sæst niðanfyri.
Mikudagur tann 11. juni í Havn
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.
Kl. 10.20 Spákað verður út í Tinganes.
Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.
Kl. 11.05 Spákað verður niðan í Løgtingið.
Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.
Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt við stórum hondbóltstiltaki.
Kl. 15.35 Kongur vitjar endurvenjingarstovnurin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.
Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúli, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.
Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.
Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy
Vágur
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.
Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.
Kl. 10.15 Farið verður við bili til Vágs skúla
Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla
Kl. 11.00 Farið verður við bili vestur á Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.
Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.
Kl. 14.05 Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.
Fámjin
Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.
Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.
Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI
Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.
Tvøroyri/Trongisvágur
Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttan fyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.
Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.
Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.
Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.
Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi
Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði
Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði
Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.
Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir
Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.
Kl. 11.20 Spákað verður fram við ellisheiminum til Hólmahúsið.
Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.
Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.
Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.
Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Havnar Sjónleikarfelag fær 100.000 krónur til útbygging og umvælingar
Her fáar dagar undan vitjanina av kongshjúnunum, hevur grunnurin, sum eitur ‘Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond’, latið 1,6 milliónir krónur í stuðul til ymiskar verkætlanir.
Millum tey 16, sum fáa stuðul út grunninum hesaferð, er Havnar Sjónleikarfelag, ið fær 100.000 krónur til at fremja ‘tær seinastu útbyggingarnar og neyðugu umvælingarnar av Sjónleikarhúsinum undan 100 ára haldinujm’, skrivar kongehuset.dk.
Næsta ár eru hundrað ár síðan Sjónleikarhúsið, sum H.C.W. Tórgarð teknaði, varð tikið í nýtslu.
Her síggjast tey, sum fáa stuðul frá Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond í hesum umfari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Leigusáttmáli um lendi í miðbýarøkinum í Runavík varð undirskrivaður í vikuni
Hósdagin skrivaðu Jóan Petur Vang og Tórbjørn Jacobsen undir leigusáttmála um lendi í miðbýarøkinum í Runavík. Fyri tað hevði fundur verið í fíggjarnevndini og eykabýráðsfundur, har ið uppskotið til sáttmála var einmælt samtykt.
Nakað er fráliðið síðan málið tók seg upp, og grót varð lagt út til endamálið sunnanvert í bátahylinum í Runavík. Fleiri partar hava verið inni í drúgvu tilgongdini, men eftir at Jóan Petur Vang einsamallur hevði fingið ræði á Spf. Bryggjan, tók málið rættiliga dik á seg, og nú undirskrivað er, bíðar felagið bert eftir endaliga byggiloyvinum, sum skal vera útskrivað áðrenn 1. juli í ár.
Torbjørn Jacobsen og Jóan Petur Vang (Mynd: Runavíkar kommuna)
Ætlanin er at byrja byggingina 1. august 2025, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Talan er um tvær lonir við tilsamans 45 eigaraíbúðum. Fyrst verður farið undir Lon 1 við 18 íbúðum og eftir tað Lon 2 við 27 íbúðum. Í niðastu hæddunum verður rúm fyri handils-/vinnuvirksemi. Kjallarahæddirnar vera ávikavist 350 og 524 fermetrar.
Eftir ætlan verður fyrra lonin innilokað áðrenn ársskiftið 2025/2026, og í mars mánaði næsta ár verður farið undir seinnu lonina. Øll ætlanin væntast at vera framd endaliga við ársenda 2027.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Nólsoyingar missa Teistan tá ið nýggja rampan í Syðradali er klár at taka í brúk
Meðan arbeitt verður við at gera nýggja og størri rampu í havnina á Syðradali í Kalsoynni, er núverandi rampa løst føst frá 4. juni og umleið átta vikur fram. Hesum boðar Stranferðslan frá.
Í hesum tíðarskeiðinum kann flutningur av akførum og ferðafólki verða ávirkaður onkrar dagar vegna flóð og fjøru.
Arbeiðið at gera nýggju rampuna er ætlandi liðugt hálvan august.
Meðan arbeiðið fer fram, er partur av havnalagnum sett av til arbeiðsøki.
- Nýggja rampan verður sett í, so at Teistin kann fara í reguliga sigling á farleiðini, inntil nýggja ferjan, sum í næstum verður boðin út at byggja, er liðug, sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Einki verður sagt um hvør ferja skal røkja siglingina til Nólsoy tá ið Teistin fer at sigla til Syðradals, men helst verður tað Ternan, sum aftur fer at røkja Nólsoyarleiðina tá ið nólsoyingar missa Teistan seinni í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2025
Tó eru foreldrini samlivandi í flestu førum, vísa nýggjastu tølini frá Familjufyrisitingini
Av teimum í alt 586 bønunum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2024, viðgjørdi Familjufyrisitingin 322 faðirskapsmál.
Í 316 av málunum var faðiskapurin viðurkendur og skrásettur. Eitt mál var avvíst, tvey mál vóru send víðari til annan myndugleika, og í trimum málum var faðirskapurin ikki staðfestur. Eins og í 2023 vóru umleið 54 prosent av børnunum, sum vóru fødd í 2024, fødd uttan fyri hjúnaband.
Í tíðarskeiðinum 2014 til 2024 hava millum 48 og 60 prosent av nýføðingunum í Føroyum havt ógift foreldur. Tað var bara í 2018 at tær gifry mammurnar vóru í meiriluta. Í øllum hinum førunum vóru tær flestu ógiftar.
Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2024, sum Familjufyrisitingin júst hevur almannakunngjørt. Øll frágreiðingin sæst her.
Skylda at upplýsa hvør pápin er
Av teimum 302 fráboðanunum, sum Familjufyrisitingin fekk í 2024, um at barn var føtt av ógiftari mammu, stóðu 77 prosent av foreldrunum at vera samlivandi. Eru hesi foreldur skrásett samlivandi í landsfólkayvirlitinum, og hava tey verið skrásett samlivandi í 10 mánaðir áðrenn føðing, fáa tey sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika eftir nýggju lógini.
Vil maðurin, ið mamman hevur fráboðað sum pápa at barninum, ikki viðurkenna faðirskapin, ella sýtir hann fyri at úttala seg, verður málið beint í rættin. Familjufyrisitingin beinir eisini mál um faðirskap í rættin, um talan er um fleiri møguligar pápar, um pápin er deyður, ella um tað tykist ivingarsamt, um tann, ið er fráboðaður sum pápi, og sum vil viðurkenna faðirskapin, í roynd og veru er pápi at barninum.
Tað er ein skylda hjá mammu at upplýsa, hvør er ella kann vera pápi barnið. Hetta fyri at tryggja rættin hjá barninum at kenna sín uppruna umframt rættindini hjá barninum mótvegis pápanum og skylduna hjá pápanum mótvegis barninum.
Vil ein ógift mamma ikki upplýsa (møguliga) pápan ella møguligar pápar, beinir Familjufyrisitingin málið víðari til løgregluna, sum kann áleggja mammuni bót. Vil mamman framvegis ikki upplýsa (møguligan) pápa ella møguligar pápar, lokar Familjufyrisitingin málið, og eingin pápi verður skrásettur.
Einar nýggjar sammøður í fjør
Verður kvinna skrásett sum sammóðir, átekur hon sær rættindi og skyldur sum foreldur.
Familjufyrisitingin viðgjørdi sjey mál um skráseting av sammóðurskapi í 2022. Flestu teirra vóru mál, sum snúðu seg um at skráseta sammóður at barni, ið ikki var nýføðingur. Samlaða talið av málum viðvíkjandi sammóðurskapi lækkaði nakað í 2023, tá ið Familjufyrisitingin viðgjørdi í alt fýra mál um sammóðurskap.
Og síðani lækkaði talið aftur í 2024, tá tvey mál um sammóðurskap vóru viðgjørd. Í einum føri var talan um váttan av sammóðurskapi, eftir at barn var føtt, meðan hitt málið var lagt til viks orsakað av vantandi viðvirkni frá umsøkjara.
Barnið hevur rætt til samveru
Búgva foreldur at einum barni ikki saman, hevur barnið rætt til samveru við tað av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá.
Høvuðsendamálið við at áseta samveru er, at barnið varðveitir samband við bæði foreldur. Í flestu førum avtala foreldur sínámillum, hvussu samvera verður skipað. Eru foreldur ósamd um, hvussu samvera skal skipast, kunnu tey venda sær til Familjufyrisitingina, sum veitir vegleiðing og ráðgeving og kann taka avgerð um samveru.
Í 2024 viðgjørdi Familjufyrisitingin í alt 91 mál um samveru. Í 42 av málunum samdust foreldur um eina samveruskipan.
Í 20 málum tók Familjufyrisitingin avgerð um samveru. Írestandi málini fevna um umsóknir, sum eru tiknar aftur, mál sum eru send víðari annan myndugleika, mál sum eru løgd til viks og um umsóknir, sum av ávísum orsøkum eru sýttar ella avvístar.
Yvirskipað sæst, at farnu árini eru foreldur í umleið 70-80 prosentum av samverumálunum vorðin samd um eina samveruskipan við hjálp frá Familjufyrisitingini, meðan Familjufyrisitingin tók avgerð í umleið 20-30 prosentum av málunum, stendur millum anna í ársfrágreiðingini hjá Familjufyrisitingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Timburhandilin Borg læt upp í stásiligum nýggjum hølum á Glyvrum farna vikuskiftið
Herfyri læt Borg aftur fyri seinastu ferð í Runavík, og leygardagin varð latið upp í nýggja stásiliga bygninginum við nýggja fjørðuvegin á Glyvrum.
Skipað varð fyri stórum upplatingartiltakið og nógv fólk møtti upp
Samanlgt er talan um seks samanbygdar hallir. Eina handils- og skrivstovuhøll, sum er 1.390 fermetrar umfamt fimm goymsluhallir. Í alt umleið 8.200 fermetrar.
Skjótt er gjørt av. Reisigildi var 27. november í fjør, og longu nú eitt hálvt ár seinni var klárt at lata upp.
Fleiri myndir síggjast á eyp.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Landskassin fær 35 milliónir í vinningsbýti
Føroya Tele hevði eitt sera gott ár í 2024 bæði búskaparliga og tøkniliga. Avlopið eftir skatt var góðar 33 milliónir krónur, stór tøknilig frambrot vóru framd, og tað eydnaðist at minka CO₂-útlátið munandi. Eigarin, Føroya Landsstýri, fær 35 milliónir krónur í vinningsbýti.
Føroya Tele er væl rikið samtak og ein tøknifrøðiligur kjarni í føroyska samfelagnum, sum stendur á tryggum undirstøði. Soleiðis tók formaðurin í samtaksnevndini í Føroya Tele, Bjarni Arnason, saman um rakstrarárið 2024 á aðalfundinum hjá samtakinum fríggjadagin.
Raksturin hjá Føroya Tele styrknaði munandi í 2024 sammett við 2023. Avlopið eftir skatt var 33,1 milliónir krónur, og samanborið við 2023, tá yvirskotið var 20,2 milliónir krónur eftir skatt, er talan um ein vøkstur á sløk 64 prosent.
Tøki peningurin hækkaði úr 45,3 milliónum krónum í 2023 upp í 68,5 milliónir krónur í 2024, og raksturin er sum heild vorðin effektivari.
Eginognin hjá Føroya Tele var slakar 516 milliónir krónur pr. 31 desember 2024. Samanumtikið er talan um eitt fíggjarliga sterkt samtak, sum í ár rindar eigaranum, Føroya Landsstýri, 35 milliónir krónur í vinningsbýti.
Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin. Samtaksnevndin er mannað við fýra limum, sum Føroya Landsstýri velur, og trimum starvsfólkavaldum limum.
Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen, sum eru tilnevnd av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus eru starvsfólkvald umboð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Spf. Kanjon hevði avlop í 2024 upp á 9,7 milliónir krónur
Talan er um eitt av bestu árunum hjá Kanjon, sum hevur haft stórt byggivirksemi runt í Føroyum í 2024.
Kanjon er størsta byggifyritøka í Norðoyggjum, og eisini ein av størstu byggifyritøkunum í Føroyum.
Byggivirkið Kanjon var sett á stovn í 1967 av Jóhannes og Kjartan Hansen. Kjartan Hansen yngri, sonur ein av uppruna eigarunum, keypti fyritøkuna Kanjon í 2006, og hevur átt og rikið hana síðani.
Kanjon heldur til á Skarðhamri í Klaksvík, men arbeiðið hjá byggifyritøkuni fevnir um allar Føroyar.
Raksturin í 2024
Samlaða sølan hjá Kanjon er ikki upplýst, men bruttovinningurin hjá Kanjon vaks úr 58,3 milliónum krónum í 2023 til 71,9 milliónir í 2024. Vøksturin í bruttovinninginum var heili 13,6 milliónir krónur ella 23 prosent.
Starvsfólkakostnaðurin í 2024 var 54,8 milliónir krónur, sum er 8,4 milliónir krónur ella 18,1 prosent hægri enn í 20203 Starvsfólkatalið var í 2024 samanlagt 95 ársverk.
Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebitda, var 17,1 milliónir krónur í 2024, móti 11,9 milliónum í 2023. Vøksturin var tí 5,2 milliónir krónur ella 44 prosent.
Árið 2024 gav eitt ársúrslit á 9,4 milliónir krónur eftir skatt, sammett við 6,3 milliónir í 2023. Talan er um næstbesta úrslit hjá Kanjon nakrantíð.
Aðalfundurin hevur samtykt at luta 1,5 milliónir krónur av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar.
Spf. Kanjon er síðstu árini vaksið til at verða ein rímuliga stór byggifyritøka í Føroyum, og er í dag triðstørsta byggifyritøka í Føroyum, tá hugt verður eftir bruttovinningi, starvsfólkakostnaði osv. Um mált verður eftir eginpeninginum og fíggjarligu styrkini í 2024, so er Kanjon næststørst.
Fíggjarstøðan 2024
Samlaða fíggjarstøðan hjá Kanjon í 2024 var 120,4 milliónir krónur í mun til 81,5 milliónir í 2023, sum er ein vøkstur á 48 prosent.
Serliga er tað ogn í umferð sum er økt heilar 38,8 milliónir ella 78 prosent.
Gjaldførið hjá felagnum var gott í 2024, har ið tøki peningurin var 18 milliónir krónur og lyklatalið gjaldførislutfall var 176 prosent, sum verður mett at vera gott.
Eginognin hjá Spf. Kanjon var við árslok 2024 í alt 53,2 milliónir sammett við 44,4 milliónir krónur í 2023. Trygdarlutfallið, sum er eginpeningur í mun til samlaðu ognir var 44,6 prosent í 2024 sammett við 37 prosent í 2023. Tískil er fíggjarliga styrkin økt munandi hjá felagnum í 2024.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum var 9,4 milliónir krónur í 2024 sammett við 8,6 milliónir í 2023.
Stuttfreistaðaða skuldin hinvegin er økt við 27,4 milliónum krónum til í alt 50,2 milliónir í 2024.
Samanumtikið má tí staðfestast, at Spf. Kanjon hevur haft eitt gott rakstrarúrslit í 2024, lønsemið hevur verið nøktandi og felagið er væl fyri fíggjarliga við einum nøktandi trygdarevni og góðum gjaldføri.
Kjartan Hansen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Høvuðspartaeigari í Spf. Kanjon er Kjartan Hansen í Klaksvík, sum eisini er stjóri í felagnum.
Greiningin er gjørd av Birgiri Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Útlendingastovan mælir til, at tað verða arbeiðsgevarar, sum skulu krevja revsiváttanir frá sínum útlendsku arbeiðstakarum, sigur landsstýrismaðurin við lógarmálum
Eftir summarfrítíðina verður eftir ætlan farið í gongd við at gera eitt uppskot við krøvum til arbeiðsgevarar, sum seta útlendingar í starv, um, at arbeiðsgevarar m.a. skulu krevja reviváttan.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum í svari til fyrispurning frá Beini Johannesen úr Fólkaflokkinum.
Arbeiðið við at gera nýggja útlendingalóg fyri Føroyar er í gongd og verður væntandi liðugt komandi summar, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at møguleikin fyri at seta treytir um revsiváttan m.a. er umrøddur við Útlendingastovuna, sum mælir til, at tað verða arbeiðsgevarar, sum skulu krevja revsiváttanir frá sínum útlendsku arbeiðstakarum.
– Um Útlendingastovan skal krevja revsiváttanir sum partur av málsviðgerðini at lata arbeiðs-og uppihaldsloyvir, fer tað at seinka málsviðgerðini hjá Útlendingastovuni alt ov nógv, tí revsiváttanirnar skulu tá váttast hjá viðkomandi útlendsku myndugleikum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Útlendingamál er felags málsøki, og tí hevur Løgmálaráðið eisini umrøtt spurningin við Udlændinge-og Integrationsministeriet, sum hevur boðað frá, at tað ikki verður mett at vera í stríð við ásetingarnar í føroysku útlendingalógini, at tað verður ásett í løgtingslóg, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá útlendskum arbeiðstakarum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Tað vóru nógvar góðar umsóknir, ið fingu noktandi svar, sigur Bogi Bech Jensen, formaður í faknevndini, ið ger av, hvør skal fáa stuðul frá Granskingarráðnum
Umsóknirnar um stuðul til gransking vóru fleiri enn nakrantíð í ár, og fleiri enn fimti hvør umsøkjari fekk noktandi svar.
Talið á umsóknum um stuðul til gransking í ár var 50. Søkt var um tilsamans 54,3 milliónir krónur. Men bert níggju verkætlanir fingu stuðul á tilsamans 9,2 milliónir krónur frá Granskingarráðnum.
Løgtingið hevur játtað níggju milliónir krónur til stuðul í ár - tað sama sum í fjør. Við avlopi frá lidnum og steðgaðum verkætlanum, varð samlaða játtanin fyri 2025 9,2 milliónir krónur.
Les eisini: Níggju verkætlanir hava fingið játtað samanlagt yvir níggju milliónir
Bogi Bech Jensen, formaður í faknevndini, ið ger av, hvør skal fáa stuðul til gransking, harmast um, at tað ikki bar til at játta fleiri umsóknir.
- Tað vóru nógvar góðar umsóknir, ið fingu noktandi svar. Játtanin á fíggjarlógini er alt ov lítil í mun til talið og góðskuna á umsóknum. Vit kundu lættliga og við góðari samvitsku játta tríggjar ferðir so nógv, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
- Um vit høvdu meira pengar, kundu vit sett eina rúgvu av hágóðsku gransking í gongd, sum vit nú ikki fáa.
Sambært Granskingarráðnum fingu 18 prosent av teimum, sum søktu um stuðul til gransking í ár, játtandi svar. Í fjør fingu 29 prosent stuðul, og árið fyri fingu 36 prosent av umsøkjarunum stuðul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Hósdagin varð boðað frá, at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin lækkaðu innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum, og tað sama ger Betri Banki
Hósdagin lækkaði evropeiski miðbankin innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum. Tað sama gjørdi danski tjóðbankin, og fríggjadagin boðaði Betri Banki frá, at hann fylgir danska tjóðbankanum og lækkar renturnar.
Fyri privat- og vinnukundar hjá Betri Banka lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 1. juli, skrivar bankin í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Á býráðsfundi 28. mai varð ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2024 góðkendur
Á almennum býráðsfundi 28. mai varð ársroknskapurin hjá Fuglafjaraðar kommunu fyri 2024 góðkendur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Samlaða nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2024, var 117,7 milliónir krónur, sum er 1,3 milliónir hægri enn í 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 107,3 milliónir krónur. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 10,4 milliónir betri enn mett. Hækkingin stavar eina mest frá A-, B- og partafelagsskatti.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 89,9 milliónir krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 86,1 milliónir. Sostatt blivu rakstrarútreiðslurnar í 2024 3,8 milliónir hægri enn mett í fíggjarætlanini. Henda hækking kom eina mest av at Fuglafjarðar havn gav 2,1 milliónir minni nettoinntøku enn mett, metingin var 10,9 milliónir krónur.
Gjaldførisúrslitið (RLÚ) gjørdist 4 milliónir krónur, mótvegis 15,8 milliónum í 2023. Í fíggjarætlanini varð roknað við einum halli á 7,7 milliónir krónur. Gjaldførisúrslitið gjørdist sostatt 11,4 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.
Havandi í huga stóru íløgurnar, ið eru framdar, eins og sera stóra tørvin, ið er fyri framman, er eisini neyðugt við framhaldandi góðum úrslitum. Kommunan hevur bundið seg til stórar íløgur komandi árini, eins og avbjóðingar eru sjónligar innan serliga økini § 2, Almanna & heilsumál og § 3 Børn & Ung, hesi bæði økini fara við 48 prosentum av allari fíggjarætlanini ímóti 46 prosentum í 2023
Í 2024 kostaði eldraøki 2,7 milliónir krónur meira enn kommunan fekk endurrindað frá landinum. Í 2023 kostaði tað 2,8 milliónir meira.
Úrslitið eftir rakstur var eitt avlop uppá 27,8 milliónir krónur.
Samlaðu nettoíløgurnar í 2024 vóru 18,4 milliónir krónur. Í fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 33,6 milliónir krónur. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 9,9 milliónir minni enn játtað. Hettar grundað á, at nakrar verkætlanir fóru yvir um ár.
Úrslitið eftir rakstur og íløgur (RLÚ) var 4 milliónir krónur.
Árini 2022, 2023 og 2024 hava givið 33,8 milliónir krónur í avlopi. Hesi árini er kommunuskuldina farin úr 89,9 milliónum við árslok 2021 niður í 56,1 milliónir krónur við árslok 2024, sum gevur eina nettoskuld við ársenda 2024 uppá 52 prosent av eini skattaálíkning.
Tá nettoskuldin var hægst var við ársenda í 2021, tá hon var 120 prosent av eini skattalíkning.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
Missurin frá stongslinum fyri russiskum skipum verður uppvigaður av øktum áhuga frá ferðafólkaskipum, skrivar Runavíkar kommuna
Árið 2024 hilnaðist væl hjá Runavíkar Havn. Meðan 2023 var merkt av havnastongslinum fyri russiskum skipum, hava nógvu vitjanirnar av ferðafólkaskipum í 2024 vigað upp móti missinum frá havnastongslinum, so árið 2024 gjørdist higartil besta árið í bruttoinntøku hjá Runavíkar Havn, skrivar kommunan á heimasíðuni.
2024 var metár í bruttoinntøkum – góðar 22 milliónir - meðan vinningurin var slakar 9 milliónir krónur.
Ferðafólkaskipini eru aftur farin at vitja Runavíkar Havn eftir at koronafarsóttin støðgaði øllum hesum virksemi. Luttøka á Seatrade Cruise Global ráðstevnuni í Miami hevur havt við sær, at skipini eru farin at vísa størri áhuga aftur.
Frameftir eru útlit fyri vøkstri, nú nýggj orkubryggja og nýtt havnalag verða gjørd í Søldarfirði, og Mest er farin undir at gera eina nýggja turrdokk á Skála. Hinvegin væntast inntøkan frá russiska flotanum at verða víkjandi, táið havnastongsulin helst fer at standa við so leingi álopini á Ukraina halda fram.
Eitt nýbrot var tað, at fáa smærru ferðafólkaskipini at vitja bygdirnar norðanfyri. Í Elduvík og í Funningi hevur hetta eydnast sera væl, og frameftir er eisini ætlanin at Oyndarfjørður gerst partur av hesi verkætlan.
Støðin – lendingin – í Funningi hevur fingið stórar ábøtur, sum ger tað høgligari at fáa tey vitjandi niðan í bygdina, skrivar Runavíkar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Í 2024 endaði roknskapurin við einum avlopi knappar 80.000 krónur samanborið við eitt undirskot á góðar 320.000 krónur í 2023
Á ársmøtinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 17. mai varð ársroknskapurin fyri 2024 lagdur fram, og hann vísti eitt betri úrslit enn árið fyri, skrivar Trúboðin.
Í 2024 endaði roknskapurin við einum avlopi á 79.155 krónur samanborið við eitt undirskot á góðar 320.000 krónur í 2023.
Stóra undirskotið í 2023 komst serliga av avskrivingum til Háskúlan í Nesvík, sum tó ikki fekk nóg góða undirtøku til at koma í gongd.
Inntøkurnar í 2024 vóru 7,3 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 10 prosent samanborið við 6,6 milliónir í 2023. Orsøkin til hetta er ein vøkstur í gávum frá einstaklingum, gávum frá missións- og meinigheitshúsum, innsavningum og gávum frá jarðarferðum.
Samanlagt komu 3,8 milliónir krónur inn í gávum, og innsavningum til rakstur av missiónsarbeiðinum. Harumframt komu 1,3 milliónir krónur í oyramerktum gávum til útbyggingina av leguhúsinum.
Útreiðslurnar vuksu úr 6,7 milliónum krónum upp í 7,1 milliónir – ein vøkstur á sjey prosent, sum fyri tað mesta kemur av hægri lønarútreiðslum, skrivar Trúboðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
- Vit arbeiða í bretskum øki stutt frá føroyska markinum. Nú veðrið gjørdist vánaligt og skipið skuldi skifta manning, komu vit á Havnina
Týsdagin lá stóra frálandavinnuskipið Deep Energy á Havnini. Skipið er bygt í 2013, er 194,5 metrar langt, 31 metrar breitt og er skrásett á Bahamas. Tað er serbygt og er eitt “Pipe Layer” (rørleggjara skip), sum oftast arbeiðir í sambandi við oljurørleiðingar á havbotninum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har hitti hann Benjo Mahilum Pairat, sum sat vakt inn frá landgongdini. Uppá fyrispurning hvat teir gjørdu á Havnini, svaraði hann.
- Vit arbeiða í bretskum øki stutt frá føroyska markinum. Nú veðrið gjørdist vánaligt og skipið skuldi skifta manning, komu vit á Havnina. Tað er styttri at sigla til Føroyar enn til Skotlands, og so er sambandið til og úr Føroyum gott.
- Hvussu nógv fólk eru við?
- Vit eru 134 fólk umborð. Vit koma frá londum sum Stóra Bretlandi, Írlandi, Polandi og Filipsoyggjunum, segði hann.
- Hvussu er tænastan tit fáa í Føroyum?
- Hon er góð. Tí komu vit aftur her. Bussar avheinta fólk og koma við fólkið, og so er frítt netsamband á havnarlagnum. Tað kemur væl við, serliga hjá teimum, sum hava familju hinumegin jørðina, segði Benjo Mahilum Pairat.
Les meira um Deep Energy her: Olju- og gassvinnan nærkast Føroyum
og her: Deep Energy aftur á Havnini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Hósdagin varð avtala undirskrivað millum Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik í Grønlandi, sum skal rudda slóð fyri samstarvi um undirvísing, gransking og fyrisiting á universitetunum báðum
- Hendan avtalan skal ikki í nakra skuffu, men fremjast í verki.
Gitte Adler Reimer, rektari á universitetinum í Grønlandi, smíltist, meðan hon segði nakað soleiðis, tá hon og setursrektarin hósdagin skrivaðu undir nýggja samstarvsavtalu millum universitetini bæði.
Avtalan, sum í fyrsta umfari gongur yvir fimm ár, skal styrkja um bondini millum Føroyar og Grønland við tí fyri eyga at menna vitan og útbúgving í útnorðri.
Ein hornasteinur í avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki millum setrini bæði fyri at menna vitanarumhvørvið tvørfakliga. Talan kann vera um undirvísing hvør hjá øðrum í styttri tíðarskeið, gestafyrilestrar ella størri granskingarsamstørv.
Universitetini ætla eisini at samstarva á fyrisitingarliga og tekniska økinum og læra hvør av øðrum m.a. um at menna útbúgvingar av felags áhuga, at styrkja um lestrarfyrisitingarnar, tryggja góðskuna í útbúgvingunum og samstarva um ph.d.-skúla.
Í november í fjør vóru starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á universitetinum í Grønlandi. Tað var í sambandi við, at Setrið hevði fingið fígging frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til eina verkætlan um "fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis".
Á arbeiðsskránni vóru verkstovur, fundir og kunning, sum høvdu til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum áttu at verið fevnd av komandi samstarvi. Síðani ferðina hava partarnir samskift um innihaldið í samstarvsavtaluni, sum eisini skal styrkja báðar partar til at kunna søkja um fígging til gransking í Arktis, har áhugamálini eru felags.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
1. juni kom lógin í gildi, sum skipar samstarvið millum sjúkrahúsverkið og fróðskaparsetrið, so Landssjúkrahúsið nú virkar sum universitetssjúkrahús
Mikudagin varð hátíðarhildið, at farið er undir at skipa sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús. Hátíðarløtan varð hildin í skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, bar fram røðu. Hon legði dent á týdningin av, at Føroyar nú fáa eitt universitetssjúkrahús, og vísti á, at hetta fer at lyfta heilsuverkið eitt stig upp.
- Eitt universitetssjúkrahús er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu, segði landsstýriskvinnan millum annað í røðuni.
Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni í ár, og við skipaða samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, eru karmarnir settir til at menna bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving í Føroyum.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at politiska visjónin er, at sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka minst 2 prosent av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing, og arbeiðið er longu byrjað við játtanum á fíggjarlógini.
Tá sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at starvast og at granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast innan føroyska sjúkrahúsverkið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Stóra granskingarverkætlanin, MeCCAM, fer nú av bakkastokki undir leiðslu av Sjókovanum. Dagarnar 3.til 5. juni hittust granskarar úr níggju londum í Føroyum at seta verkætlanina í gongd
Talan er um eina ES-fíggjaða verkætlan, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.
Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 milliónir krónur úr ES. Partnararnir eru 16 í tali, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin, sum hevur leiðsluna av verkætlanini.
40 granskarar og serfrøðingar
Í døgunum 3. til 5. juni var kick-off fundur í Føroyum, har 40 granskarar og serfrøðingar úr níggju londum í Evropa luttóku. Hetta vóru fólk frá nøkrum av fremstu granskingarstovnum og fyritøkum innan fiskivinnuna, sum saman skuldu finna loysnir at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í fiskivinnuni.
Eitt av granskingarøkjunum í verkætlanini er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Fleiri fiskivinnufyritøkur skulu royna nýggja tøkni og átøk fyri at minka umhvørvisávirkanina í fiskivinnuni, teirra millum Varðin og íslendska fyritøkan, Brim.
Kanna fleiri øki
Verkætlanin skal eisini greina sambandið millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku í samstarvi við uppsjóvarvirkir. Harafturat leggur verkætlanin dent á at betra dátuinnsavnan og -greining fyri at betra umsitingina av fiskiskapi og frágreiðingar um burðardygd.
Á fundinum, sum varð á Hotel Hafnia, løgdu luttakararnir fram ætlanir fyri, hvussu virksemið í verkætlanini skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálunum, Jóhan Christiansen, setti fundin, og eisini varð heilsan borin fram frá umboðum úr stovnum undir ES-nevndini. Mikudagin varð eisini vitjað umborð á Gøtunesi, har ið skiparin og manning vístu runt og greiddu frá fiskiskapinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
Havbúnaðarfelagið og Firum hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019
Verkætlanin, sum skal lýsa støðuna hjá sjósílastovninum í Føroyum, heldur fram eitt ár afturat.
Vinnuhúsið skrivar, at Havbúnaðarfelagið og Firum hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019.
Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósíl og umhvørvið í sjónum. Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna, tí áðrenn verkætlanin fór av bakkastokki var vitanin um sjósílastovnin avmarkað.
Allar kanningarnar verða fíggjaðar av Havbúnaðarfelagnum, og úrslitini hava longu verið við til at økja munandi um vitanina.
Verkætlanin er býtt í tveir partar. Tann eini snýr seg um at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sjósílayngul ferðast frá ánni út á sjógv. Hin parturin er at kanna støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum, og saman geva hesir partar eina heildarmynd av støðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Í sambandi við ráðstevnuna City DNA, sum verður í Havn í heyst, er eitt sokallað “call for speakers”, har fólk kunnu bjóða seg fram at hava eina framløgu ella verkstovu á ráðstevnuni
Fyri fyrstu ferð nakrantíð kemur týdningarmikla evropiska ferðavinnuráðstevnan, City DNA, hjá City Destinations Alliance til Føroya. Ráðstevnan verður í Havn frá 30. september til 2. oktober, og tað er Visit Tórshavn, sum verður vertur og skal skipa fyri ráðstevnuni.
Heili 240 umboð fyri størstu býirnar í Evropa vóru til staðar á ráðstevnu í Budapest, tá Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, avdúkaði Tórshavn sum komandi vertsbý.
– Áhugin er stórur at koma til Føroyar á ráðstevnuna, og vænta vit eini 180-200 luttakarar, sigur Tordis.
Evnið avdúkað
Í farnu viku var evnið á City DNA-ráðstevnuni avdúkað á stóru IMEX-ferðavinnuráðstevnuni í Frankfurt. Umboð fyri Visit Faroe Islands Meetings, GreenGate Incoming og Atlantic Airways, saman við City DNA, vóru á staðnum og varpaðu ljós á ráðstevnuna, sum skal vera í Havn í heyst. Evnið í ár verður:
Endurnýggjað sjónarmið fyri býir: Nýskipan, endurskapan av javnvági og kveikjan av ferðavinnuni.
– Sagt varð, at nú ráðstevnan skal vera í Havn - eitt ‘ferðamál á kantinum’, sum tey málbóru seg - so leggur tað upp til djarva nýhugsan, og siga tey, at tað er her í Havn at framtíðin hjá ferðavinnubúskapinum byrjar, greiðir Tordis frá.
– Og tí vil man á hesi ráðstevnuni arbeiða við at nýskipa endamálið við ferðavinnuni fyri býir í øllum støddum, at endurskapa javnvág millum vitjandi, íbúgvar og náttúruna, og at kveikja undir úrslit gjøgnum trivnað, rættvísi og virðisskapan.
Tað eru stór, men áhugaverd og viðkomandi evni, og verður tað spennandi at síggja, hvat stendst burturúr, leggur Tordis afturat.
Føroyingar kunnu bjóða seg fram
Í sambandi við ráðstevnuna, er eitt sokallað “call for speakers”, har m.a. fakfólk innan ferðavinnumenning og marknaðarføring, granskarar, býarplanleggjarar, tøkni- og AI serfrøðingar, fólk innan kreativar vinnur, konsulentar og fólk við einari áhugaverdari forteljing, ið hóskar til evnið, kunnu bjóða seg fram at hava eina framløgu ella verkstovu á ráðstevnuni.
– Hetta kunnu bæði vera roynd og minni roynd fólk, og hetta er eitt upplagt høvi hjá føroyingum at vísa, hvat vit duga, og hvussu onnur kunnu fáa íblástur frá tí føroysku tilgongdini til hesi evni, sigur Tordis og eggjar øllum, at bjóða seg fram.
– Tað eru nevnliga bara tey, sum bjóða seg fram, sum kunnu vera partur av ráðstevnuni, so vit vóna, at fleiri liggja framvið.
Freistin at bjóða seg fram er farin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2025
Adjunktur á Føroyamálsdeildini á Setrinum, er ein av fýra høvundum at fáa ársins BAAL Book Prize fyri útgávu sína í bókarøðini Routledge Critical Studies in Multilingualism
Tá Anna-Elisabeth Holm stóð sína ph.d.-verju á Heriot-Watt University í ringastu koronutíð í 2021, hevði metingarnevndin á máli, at í granskingartilfari hennara var av sonnum gott tilfar til bókaútgávu.
Ph.d.-ritgerð hennara eitur “New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities”, og Anna-Elisabeth Holm lá ikki á boðunum eftir væleydnaðu verjuna.
Alt fyri eitt fór hon aftur til arbeiðis, og úrslitið bleiv bókaverkið, sum nú hevur vakt ans altjóða og er í uppskot at fáa bókaheiðurslønina BAAL, sum er stytting fyri British Association for Applied Linguistics.
BAAL Book Prize verður á hvørjum ári latin "framúrskarandi bók á nýtslumálvísindaliga økinum", og bókin hjá Annu-Elisabeth “Migration, Adult Language Learning and Multilingualism: Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese” er nú ein av tilsamans fýra bókum, sum kunnnu vinna heiðurslønina til heystar.
Hinar tríggjar bøkurnar, sum eru í uppskoti at fáa BAAL, eru:
Annars hevur Anna-Elisabeth Holm júst fingið eina millión krónur í granskingarstuðli frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið í Frítíðargrunninum. Verkætlanin, sum nú kann fremjast í verki, eitur “Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Hon skal standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini av gistingarhúsinum í hjartanum í Havnini
- Vit eru fegin um at boða frá, at Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett sum hotellleiðari á 62°N Hotel
Soleiðis skrivar ferðaskrivstovan í skrivi á Facebook-síðu sínari.
Eiðiskvinnan hevur drúgvar royndum innan tænastu, samskipan og kundarøkt. Fríða hevur millum annað verið mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu, verið bygdarráðslimir á Eiði og ein av fyriskiparunum av Heystfegnaðinum.
- Hennara dygdir, arbeiðslag og áræði passa sera væl til okkara virðir, og vit eru spent uppá at síggja, hvussu hon fer at leiða 62 °N Hotel víðari við nýggjum íblástri, orku og fokus á bæði gestir og starvsfólk. Við Fríðu á odda fara vit at leggja dent á at styrkja upplivingina hjá gestunum, menna hotellið, sum eisini er ein umráðandi partur av ferðavinnuni, og skapa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi fyri øll í toyminum.
Gistingarhúsið liggur mitt í hjartanum í Havnini. Fríða Joensen skal standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini,
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Ljós verður varpað á fólk, sum liggja grivin í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn
Tórshavnar kommun og Visit Tórshavn hava gjørt eina verkætlan, har ljós er varpað á fólk, ið liggja grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi.
Hesi fólkini hava, á hvør sín hátt, havt eina ávirkan á okkara mentanararv og søgu. Í alt eru 12 fólk umrødd, har frágreiðing er skrivað um seks kvinnur og seks menn.
Í fyrstu atløgu eru fýra skeltir sett upp eins og eitt yvirlitsskelti yvir kirkjugarðin, hvørji fólkini eru og hvar tey liggja grivin. Til ber at lesa tekstirnar við at fara til gravstaðið hjá viðkomandi og skanna eina QR kotu.
Í kirkjugarðinum ber til at lesa um:
Ebbu Müller
Martin Christian Restorff
Rasmus Jørgen Winther
Sigrid Niclasen
Tey seinastu átta skeltini koma upp í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Slættanesfelagið fyri stevnu á Slættanesi í dag
Nú er møguleikin at vitja avtoftaðu bygdina Slættanes í Vágum. Í dag skipar Slættanesfelagið fyri stevnu á Slættanesi.
Sjóferðir sigla av Vestmanna kl. 13:30 og kl. 14. Stevnan byrjar kl. 15.
Á stevnuni verða røður, felagssangur og tónleikur á skránni. Eisini verður ein gongutúrur gjørdur.
Ása Wenningstedt, sum er uppvaksin á Slættanesi, fer at greiða frá barnaárunum á Slættanesi.
Jóhan Jacob Jakobsen fer at greiða frá um ymist, sum pápi hansara hevur fortalt honum um Slættanes og um vitan á Slættanesi
Bryndis í Dali, leiðari fyri Visit Vágar, fer at fortelja um “Closed for maintenance” tiltakið, har Slættanes var eitt av teimum útvaldu økjunum í 2024.
Ólavur Højgaard úr Vestmonnum og Holger Jacobsen fara at framføra nakrar sangir.
Eftir tað verður vitjað í skúlanum, og gingið verður runt í bygdini og út á vitan.
Báturin fer av aftur Slættanesi kl. 18.30 og kl 19. Til ber at keypa atgongurmerki til bæði bát og stevnu á atgongumerki.fo
Sunnudagin verður gudstænasta í skúlanum kl. 11 við Marjuni Kálvalíð, presti, fyri tey, ið eftir eru á Slættanesi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Á pápadegnum gav OY Batch 300 út.
Tað er siður í bryggjarínum OY at gera eina serframleiðslu hvørt hundranda batch. Nú er OY komið til batch nummar 300 og hava havt í huga teir 300 spartanarnar.
Talan er um eina 3x reyð IPL við TDH (Triple Dry Hopped).
Ølin er bryggjað við fýra humlum: krush, chinook, centennial og polaris. Og við IBU 300 er hetta ein beisk øl, sum passar væl til heitið á ølini. Kcal er 333.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Endurstovnaði Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivalur verður hildin í døgunum 4. og 5. juli
Skráin til endurstovnaða Tórshavnar jazz, fólka- og blues festival er nú mestsum liðug, og fólk kunnu gleða seg til eitt fangandi, spennandi og undirhaldandi vikuskifti.
Festivalurin verður hildin í Havn 4. og 5. juli, og millum tey framførandi teljast GØ, gówa, Play Boys við James Olsen á odda, Guðrun Sólja Jacobsen og gospelkórið Brak.
Høvuðsnavnið á festivalinum verður 50 ára gamla Tórshavnar Big Band – flaggskipið innan jazz í Føroyum – sum fer at spæla konsertina ”Minnist tú enn” saman við stjørnusolistunum Kristinu Bærendsen, Carlsen systrunum og øðrum.
Tónleikalegendan Brandur Øssursson tók upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka- og blues festival í 1984, og hann helt fram í 20 ár. Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum, havnafólki og vitjandi. Tórshavnar Big Band var fast húsorkestur, og saxofonspælandi jazz-hvalurin, sum var búmerkið tá, var eyðkennið fyri ein altjóða jazzfestival í norðuratlandshavi.
Skráin til hendan fyrsta festivalin verður ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues. Stórur dentur er lagdur á listaligu góðskuna, og skráin umboðar tað besta, sum Føroyar hava at bjóða.
- Tórshavnar jazz, fólka- blues festivalur verður endurstovnaður á ein haldgóðan hátt. Vit arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikagreinunum og tryggja, at føroyska tónleikalívið er burðardygt. fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning, siga stigtakararnir, Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum. Saman hava tey bæði fleiri áratíggu av royndum við tónleikafyriskipan.
Byrjað verður í smáum, og fyrsta árið fara bert føroysk nøvn at framføra á festivalinum – tó við eitt sindur av útlendskum stjørnudusti. Um áhoyrarar taka væl ímóti festivalinum verður virksemið økt.
Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, í Havnar kirkju, í Perluni, í Blábar og í Norðurlandahúsinum. Øll skráin sæst á facebook síðuni hjá Tórshavnar jazz, fólka og blues festivali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Tónlistaliga fyribrigdið Tobias Rahim fer á sína fyrstu norðurlendsku konsertferð, og leiðin gongur m.a. til Føroya at framføra við Tjarnir 25. oktober. Við sær hevur hann meira enn eina hálva milliard stroymingar, fýra útseldar stadionkonsertir, og so er hann frekur sum frensurin á pallinum
Í 2022 framførdi hann á Voxbotn, og í heyst kemur hann aftur til Føroya. Hesa ferð fer hann at hava konsert við Tjarnir sum partur av norðurlendskari konsertferð, boðar Eventz Føroyar frá í tíðindaskrivi.
– Tobias Rahim er eitt mentanarligt orkuverk. Hann hevur bergtikið fjøldirnar við djørvum framførslum, har hann er húðleyst erligur, yvirlegin og sárbærur — alt í einum. Methittið “Stor Mand” hevur sett sín tunga dám á bæði lurtarar og stroymingstænastur, eins og hittið “Mucki Bar”. Tobias heldur fram við at endurdefinera, hvat eitt popplistafólk kann vera — bæði tekstliga, tónlistaliga og sjónliga.
– Nú setir hann kósina norðureftir, so nýggjar áhoyrarafjøldir sleppa at uppliva ráu orkuna, sum hevur gjørt Tobias til fólkaogn í Danmark. Leiðin gongur um Svøríki, Noreg, Grønland, Føroyar og endar heima aftur í Danmark.
– Fyri stuttum gjørdi Tobias eina endurinnspæling av lagnum “Stor Mand” saman við svenska tónleikaranum Victor Leksel (sum hevur yvir 10 milliónir stroymingar), og hann hevur eisini givið út lagið “Tæt På” saman við norsku Delara. Hetta lagið er nú av álvara farið at gera um seg á stroymingstænastunum.
– Í 2022 framførdi Tobias Rahim á Voxbotn. Tá bjóðaði hann Marius DC á pall við sær, og saman høvdu teir eitt brak av einari framførslu. Tobias er so hugtikin av Føroyum, at hann seinni í ár gevur út lagið “Tórshavn Rave”, og sjónbandalagið er eisini upptikið í Føroyum.
Eftir konsertina við Tobias Rahim fer rappbólkurin Swangah á pallin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
Jóansøkan er í hondum, hon verður 100 ár í ár, og tað skal feirast
Eitt av allar best umtóktu navnunum á føroyska tónleikapallinum seinastu mongu árini, eru orðsnillingarnir í SWANGAH.
Á odda fyri bólkinum standa Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen, ið saman við Eyðun M. Thomsen og Kára Damsbo stovnaðu bólkin Swangah Dangah. Navnið kemur frá grannalagnum har ungu menninir búðu í í Havn, uppi í Svanga.
Fyrsta fløgan, Belials Synir, kom út í november 2011 og beinanvegin varð greitt, at vit her høvdu við nakrar mans at gera, ið dugdu óvanliga væl við tí føroyska málinum og væl rungandi beats afturvið. Ongantíð áður og heldur ikki síðan, hevur føroyskt rapp ljóðað betri!
Frá at hava verið eitt undirgrundarfenomen í høvuðsstaðnum, eru Swangah í dag vorðnir fólkaogn og veruliga gjøgnumbrotið kom nógv við slagaranum ”Frá bygd til bý”, ið kom út í 2013.
Swangah fer á pallin í Miðbýnum á Tvøroyri leygarkvøldið 21. juni klokkan 21.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Tað verður ein stór rødd, ið tekur pallin, tá Kristel fer at framføra síni kendu og elskaðu løg á ársins konsertdegi
Songkvinnan Kristel Lisberg hevur váttað, at hon fer at framføra á ársins Voxbotn tiltaki. Hon telist uttan iva millum okkara sterkastu songkvinnur, og hennara fangandi framførslur bera ein altjóða dám.
Síðani hon gjørdist kend í Føroyum í nullunum, hevur hon givið út fleiri stór og vælumtókt løg.
Í 2016 fekk hon boð frá DR um at framføra balladuna “Who Needs a Heart”, sum var við í kappingini um at umboða Danmark í Eurovision. Lagið kom ikki gjøgnum nálareygað, men framførslan hjá Kristel fekk sera góða móttøku.
Síðani hevur Kristel framført nógv í bæði Danmark og Føroyum, og hartil givið út løg og sjónbandaløg.
Kontrikallið kom til Kristel
Tey, sum fylgja væl við tónleikaleiðini hjá Kristel, vita, at hon hevur skift út popptónleikin við country. Seinastu útgávur hennara hava havt ein greiðan country-dám, og tað tykist natúrligt, tá hugsað verður um hennara upphav. Pápi hennara er Jens Lisberg, sum er ein sonn drívmegi í føroyska country-umhvørvinum, og Kristel hevur slitið sínar barnaskógvar á pallinum saman við honum.
Skráin til OY Voxbotn er av álvara við at taka skap. Á skránni eru eisini Ester Kristiansen, Goodboys, Minds of 99, RSP, Byrta, Suspekt, Swangah, og Týr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
2. hvítusunnudag klokkan 11, verður árliga útigudstænastan á Ovara vølli í Gundadali
Gudstænastan er fyri børn, ung og vaksin, alla familjuna.
Prestarnir í Suðursteymi skipa fyri, kirkutænarar taka lut, og hornorkestrini GHM og Havnar Hornorkestur spæla undir felags sálmasangin.
Nú lýkka er í luftini, og summarið nærkast, gleðast fólk at møtast, tríva í kendar sálmar og hugna sær eina løtu úti.
Sum nakað nýtt koma Spírar við Knurr og Knarr at hjálpa børnunum at skilja tekstin nakað betri. Og so kemur Reyða-Leyva at syngja og dansa saman við børnum (og vaksnum) á vøllinum, áðrenn øll verða boðin til kirkjukaffi aftaná.
Spírar gera dygdargott bíbliutilfar til børn á netinum. Tilfarið er ókeypis og sigur bíbliusøgurnar í orðum og myndum við sangi og kreativiteti, so børnini bestri skilja og kunnu vera við. Umframt heima hevur tilfarið frá Spírum verið íblástur bæði í skúlum og sunnudagsskúlum. Tað er Føroyska Bíbliufelagið, sum eigur Spírar.
Savnað verður inn til Spírar, og takk verður hjartaliga fyri tað, ið inn kemur. Tað kostar at gera sjónvarpstilfar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Arbeiðið við at týða bíbliuna av nýggjum hevur tikið longri tíð, enn ætlað
Í morgin, hvítusunnudag 8. juni, gongur talvan í kirkjunum fyri Føroyska Bíbliufelagið. Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.
Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum og stuðli. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.
Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum. Tí hevur nýggja bíbliuumsetingin hægstu raðfesting, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna.
Nýggj Bíbliutýðing á veg
Arbeiðið við nýggju týðingini hevur gingið longri enn ætlað, tí tað er nógv størri arbeiði enn væntað, men arbeiðið gongur væl, og arbeitt verður miðvíst við verkætlanini.
Í ár er ætlanin at geva út Nýggja Testamenti eftir týðing Hans Jacob Joensen. Hetta so at øll kunnu fáa høvi at lesa og gera viðmerkingar til nýggju bíbliutýðingina.
Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis. Harafturat er ein nýggj bíbliuapp ment – Bíbliuappin kallað – við enn fleiri hentleikum, fleiri bíbliuútgávum og til allar fartelefonir. Bíbliufelagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu.
Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði hjá øðrum tjóðum. Felagið stuðlar altjóða bíbliufelagnum, ukrainska bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeystur og Norðurafrika.
Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:
Føroya Banki: 6460-382.873.7
Eik Banki: 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi: 9865-992.646.6
Suðuroyar Sparikassi: 9870-992.061.8
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Rokna við at lata fyrstu gassoljuna í summar
Tveir stórir tangabilar komu við Norrønu í vikuni til nýggja orkufelagið Krafta.
Nú verða seinastu stigini í bygging av nýggjari tangagoymslu til gassolju á Hulki á Strondum tikin. Komandi vikurnar verður tað serliga uppseting av tekniskari útgerð og inn- og royndarkoyringar av skipanum.
Ætlandi er goymslan klár til rakstur eftir hálvan juni, og so skulu endalig sýn gerast og góðkenningar latast frá myndugleikunum sigur Kári Sigvardsen, rakstrarstjóri hjá Krafta Energy.
Gassoljugoymslan á Hulki fevnir um tveir tangar á 2.500 rúmmetrar hvør, lessirampa til tangabilar og bunkersstøð til skip á bryggjuni. Krafta kann soleiðis bæði veita við tangavognum kring landið og eisini beinleiðis við bryggjuna á Strondum.
Fyritøkan fer at hava nýggjar stórar tangavognar, sum kunnu taka 44.000 litrar við hvørja ferð, og eru teir serliga bygdir til skipabunkringar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Nawrocki væntast at føra sama politikk sum fráfarandi forsetin, Andrzej Duda
Tað gjørdist tjóðskaparliga andstøðuvalevnið, Karol Nawrocki, sum vann forsetavalið í Polandi farna vikuskiftið.
Talan var um eitt øgiliga tætt val, har 42 ára gamli Nawrocki fekk 50,89 prosent av atkvøðunum. Restina fekk mótstøðumaður hansara, 53 ára gamli Rafal Trzaskowski, sum er borgarstjóri í Varsjava, skrivar Ritzau.
Nawrocki væntast at føra sama politikk sum fráfarandi forsetin, Andrzej Duda, sum hevur forðað fyri fleiri ætlanum hjá forsætisráðharranum, Donald Tusk, m.a. nýskipan av rættarskipanini og at loyva fosturtøku.
Nawrocki og Trzaskowski vóru m.a. ósamdir um uttanríkispolitikkin. Trzaskowski, sum er meira miðsøkjandi, hevur m.a. sagt, at Ukraina eigur at gerast limur í verjusamgonguni Nato, meðan Nawrocki er ósamdur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
Samveldið vil tryggja sær ‘kritisk ráevni’ við at fara námsvinnu í fleiri londum uttan fyri ES
ES hevur ætlanir um at høgga grafitt í Grønlandi og harvið tryggja Evropa veiting av sokallaðum ‘kritiskum’ ráevnum. Hetta upplýsti ES í tíðindaskrivi í vikuni.
Grafitt er bleytt mineral, sum eitt nú verður brúkt í battaríum í ravmagnsbilum, skrivar dr.dk.
Ætlanin er ein av 13 ætlanum hjá ES at vinna ráevni uttan fyri mørkini hjá samveldinum. Hetta skal gera ES-londini meira kappingarfør og minni bundin av øðrum londum.
Hinar ætlanirnar skulu ganga fyri seg í Kanada, Kasakstan, Noregi, Serbia, Ukraina, Sambia, Brasil, Madagaskar, Malawi, Suðurafrika og í Bretlandi umframt í Ný Kaledonia, sum er franskt øki.
Íløgurnar verða ætlandi á 5,5 milliardir evrur – svarandi til 41 milliardir krónur – og eru sambært ES-nevndini neyðugar fyri at fáa sett ætlanirnar ígongd.
Tíggja av ætlanunum snúgva seg um at vinna ráevni, sum eru neyðug í framleiðsluni av elektroniskum akrørum umframt framleiðslu og goymslu av battaríum, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Havnarbáturin er aftur við í 10-mannafarsróðrinum og tað eydnaðist at vinna norðoyastevnuróðurin beint framman fyri Klaksvíking
Havnarbáturin vann leygardagin fyrsta FM-róðurin síðan 2008.
Tað var sera tætt millum føroyameistaran seinastu fýra árini, Klaksvíking, og so Havnarbátin úr Havnar Róðrafelag, sum aftur er við í fremstu røð í kappróðri.
Klaksvíkingur hevði annars leiðsluna stóran part av teininum á Norðoyastevnu, og munurin styttist. Havnarbáturin vann í endaspurtinum, men tað var ikki meira enn akkurát.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Havnarbáturin kom á mál við tíðini 04:45.40, meðan Klaksvíkingur fekk tíðina 04:45.47. Norðingur var nakað aftanfyri og kom á mál við tíðini 04:49.18.
Lagt er upp til spennandi kapping hjá 10-mannaførum. Havnarmenn hava nýggjan bát, og manningin er í stóran mun tann sama, sum vann allar róðrarnar við 8-mannafarinum Tórsbátinum í fjør.
Í størstu bátastøddini fyri kvinnur, 6-mannafør, er so at siga ongin spenningur í ár. Bert tveir bátar róðu á norðoyastevnu, og Jarnbardur úr róðrarfelagnum Knørri vann ein sannførandi sigur.
Jarnbardur var næstan ein hálvan minutt framman fyri einasta avbjóðara, Hósvíking.
Sí úrslit frá róðrinum á norðoyastevnu her (rsf.fo)
Sí allar myndirnar frá kappróðrinum á norðoyastevnu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2025
Hóast regn og nakað av vindi var norðoyastevnan í Klaksvík eitt væleydnað startskot upp á róðrarsummarið, og lagt er upp til eitt FM-summar, sum verður bæði óvæntað og spennandi, sigur Róðrarsamband Føroya
Fyrsta FM-stevnan í 2025, norðoyastevnan í Klaksvík, er nú farin afturum – og hóast regn og nakað av vindi, var talan um eitt væleydnað startskot upp á róðrarsummarið, skrivar Róðrarsamband Føroya.
96 manningar vóru tilmeldaðum, og var hetta eitt av hægstu luttøkutølum, sum nakrantíð hevur verið á norðoyastevnu.
Sí eisini: Myndir: Kappróður á norðoyastevnu
Eftir barnaróðurin, sum fór av bakkastokki undir hampiligum líkindum, setti eitt javnt regn inn yvir vágna, tá vaksnamannaróðrarnir skuldu byrja klokkan 15.30. vindurin og avbjóðingar við startinum gjørdu, at kappingarnar seinkaðust við umleið 30 minuttir – men tað stóð ikki í vegin fyri sterkum ítróttarligum upplivingum og góðari fyriskipan frá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Nógv sera áhugaverd úrslit vóru. Í barnaróðrinum hjá gentum vann Broddur úr Sumba við tíðini 02:56.10 – teirra fyrsti sigur síðan 1965, og eisini fyrstu ferð ein gentumanning vinnur í hesum báti. Hjá dreingjunum vann Tekla – teirra fyrsti sigur síðan 2016.
Manningar á Fípini Føgru skuldu ikki minni enn tríggjar ferðir uppá ovasta skammil. Báturin vann bæði hjá dreingjum 14-16 og dreingum 17-18 og eisini í bólkinum við 5-mannaførum kvinnum. Serliga sermerkt er, at Fípan nú hevur vunnið 8 róðrar á rað við dreingjum 14–16, og báturin hevur nú samanlagt 54 sigrar á dreingjasíðuni.
Hjá Gentum 14–16 endaði tað heldur óvanligt: Kollur og Pílur komu báðir á mál við javnari tíð – 06:05.36 – og deildu fyrsta plássið. Kollur vann harvið sín fyrsta róður hjá vaksnum síðan 1998, og Pílur heldur fast í síni søgu, sum báturin har bara kvinnur og gentur hava sigrað.
Sílið hjá gentum 17–18 vann teirra 85. sigur í genturóðrinum, og norðoyastevnan er tann stevnan, tær oftast hava staðið ovast á sigursskamlinum – sum er 19 ferðir.
Hjá teimum stóru bátunum vórðu eisini áhugaverd úrslit. Jarnbardur vann hjá 6-mannafør við kvinnum – sjeynda árið á rað á norðoyastevnu. Sundabáturin gjørdi comeback við fyrsta sigri síðan 2021 og Ørvur í 8-mannaførum trívist væl í Klaksvík. Teir vunnu fyri 13. ferð – fimm ferðir oftari enn á nakrari aðrari stevnu. Hjá 10-mannaførunum vann Havnarbáturin teirra fyrsti sigur síðan á Ólavsøku í 2008.
Næsta FM-stevnan verður í Hvalvík 14. juni – og við slíkum róðrum sum vit sóu á norðoyastevnu, er lagt upp til eitt FM-summar, sum verður bæði óvæntað og spennandi, skrivar Róðrarsambandið.
Øll úrslitini frá norðoyastevnuni síggjast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2025
Eins og seinastu dystirnar, taptu Føroyar við einum máli. Eitt mál eftir deyðbóltsstøðu varð avgerandi í venjingardystinum, sum var nakað tamur til tíðir
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Við einum liði, har fleiri als ikki eru vanir at spæla ella byrja inni á A-landsliðnum, og við fleiri sum hava spælt lítið ella einki á landsliðnum leingi, fóru Føroyar út til fyrireikingardystin.
Størstu profilarnir frá EM-liðnum hjá Georgia vantaðu, men dygdin á heimaliðnum sást í løtum. Tað er tó at iðra seg um, at einasta málið Georgia skoraði, var eftir einfaldan deyðbólt tíðliga í dystinum.
Bárður á Reynatrøð kom illa út, og so var málið tómt hjá Lochoshvili at stúta í. Poul Kallsberg misti eisini sín mann nakað í støðuni.
Poul Kallsberg spældi sín fyrsta A-landsdyst í Tblisi (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar vardu annars sum heild væl, tá liðið stóð skipað. Hinvegin hevði liðið nakrar vandastøður. Tær vóru tó kanska ov fáar, og størsta partin av tíðini hevði heimaliðið tak á dystinum. Sum frá leið í 2. hálvleiki fór Georgia minni og minni eftir 2-0 málinum, men fór heldur longur aftur at verja.
Patrik Johannesen, Daniel Johansen og Páll Klettskarð vóru ikki heilt langt frá at skora. Besta støðan var hjá síðstnevnda, sum var innskiftur, men hann rakti ikki bóltin eftir góðu sendingina frá vælspælandi Hanusi Sørensen.
39-ára gamli georgiski málverjin, Giorgi Loria, helt málið reint í sínum seinasta landsdysti. Tað kundi tó verið øðrvísi her (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar gjørdu seks útkskftingar í dystinum - Petur Knudsen noyddist tíverri útaftur vegna knæskaða.
Móti endanum høvdu Føroyar bóltin nógv og royndu at fáa bóltin í brotsteigin hjá Georgia, men eins og í hinum fýra dystunum hjá verandi venjaratoymi, fingu Føroyar ikki mál í opnum spæli. Man er tó við allan vegin í hvørjum dysti - higartil hava allir fimm dystirnir vera á útivølli í eystara parti av Evropa.
Talan var um eitt kvøld, har fleiri øðrvísi samansetingar vóru á liðnum, og har føroysku spælararnir skuldu venja seg við ymiskar støður á stóra leikvøllinum.
Fleiri av føstu monnunum spældu ikki fult ella als ikki. Nakrir av nýggju monnunum stóðu seg væl, har millum annað Gullbrandur Øregaard stóð seg væl í sínum fyrsta fulla dysti.
Gullbrandur Øregaard spældi sín fyrsta fulla dyst á A-landsliðnum
Venjingardystur 5 juni
Georgia - Føroyar 1-0 (1-0)
09' 1-0 Luka Lochoshvili
Mánadagin, 2. hvítusunnudag, spæla Føroyar HM-undankappignardyst móti Gibraltar á Tórsvølli
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen (63' Árni Frederiksberg), Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (46' Adrian R. Justinussen), Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg (63' Brandur Olsen), Noah Mneney (63' Hallur Hansson), Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen (63' Petur Knudsen (71' Páll Klettskarð))
Sí samrøður eftir dystin:
Poul Kallsberg: Errin av at umboða Føroyar
Gullbrandur Øregaard: - Fingu eina vánaliga byrjan og eru ikki heilt nørdir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Fyrstu kanningarnar vísa, at talan ikki er um krossbandsskaða. Áleyparin gekk við bindi um knæið eftir stoytin og skal skannast mánadagin - helst kemur ein avloysari í landsliðshópin
Ein av merkisvendu hendingunum í venjingardystunum í Georgia var, tá Petur Knudsen miðskeiðis í 2. hálvleiki fór sendandi runt í luftuni eftir ein luftnærdyst og var liggjandi.
Áleyparin noyddist av vølli aftur, bert smáar fimm minuttir eftir at hann varð skiftur inn. Sjónvarpsmyndirnar vístu, at NSÍ-stjørnan sat syrgin á bonkinum, eftir at hann varð hjálptur út.
Endurtøkur vístu eisini, at tað sá ikki so gott út. Nú greiðir Petur Knudsen sjálvur Portalinum frá, hvat hendi.
- Eg fekk mjødnina ella afturpartin hjá einum georga inn á síðuna á knænum meðan eg var í luftuni. Eg merkti beinanvegin, at tað ikki var gott.
Tað var skjótt, at hjálp kom inn, og fólk fóru at stúra um, tað var heilt álvarsamt hjá Peturi Knudsen (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sær tó tíbetur út til, at tað ikki er tann ringasti knæskaðin. Hóast hann ikki fer í skannara beinanvegin, kunnu sonevndar "krossbandsskanningar" gerast. Hesar hevur føroyska læknatoymið framt, og tað sær ikki út til, at krossbandið í høgra knæ hjá Peturi Knudsen er slitnað ella hevur fingið stóran skaða.
Petur sigur, at meira bendir á, at tað er liðbandið ella meniskurin, sum tók skaða av óhepnu hendingini. Hetta skal tó kannast mánadagin, tá hann skal skannast.
Føroyski áleyparin hevur annars havt nakað av trupulleikum við hinum knænum. Á heimferðini hevði hann bind um knæið, og vónar tað besta. Dysturin móti Gibraltar mánadagin kemur ikki uppá tal, men Petur Knudsen vónar serliga at vera við til evropeisku dystirnar hjá NSÍ í summar. Tann fyrsti av hesum verður spældur um beint undir fimm vikur.
Føroyar spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli mánadagin móti Gibraltar. Ætlanin var helst, at Petur Knudsen skuldi spæla ein stóran leiklut har. Helst verður ein álopskendur spælari boðsendur at koma inn í hópin ístaðin fyri NSÍ-spælaran.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Toftamaðurin avloysir Petur Knudsen í føroyska hópinum. Maðurin við 93 A-landsdystum hevur higartil ikki spælt undir verandi venjaratoymi
- Tað er deiligt at hava fingið landsliðsboð aftur, men eg eri eisini harmur um, at Petur Knudsen er blivin skaddur, og vil ynskja honum góðan bata. Nú gleði eg meg til at møta hópinum, og síðani fara undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Gibraltar.
Soleiðis segði Jóan Símun Edmundsson í gjár í sambandi við, at 33-ára gamli áelyparin kemur inn í føroyska hópin.
Tá Petur Knudsen var óheppin og fekk stoyt í knæðið móti Georgia var ein upplagdur avloysari. Hann spælir til dagliga í KA í Íslandi, og hevur næstflest A-landsdystir á manssíðuni.
Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið úttikin tríggjar tær seinastu ferðirnar - meðan Eyðun Klakstein hevur verið høvuðsvenjari. Seinasti landsdystur hansara var móti Lettlandi, 13. oktober í fjør. Hetta var nummar 93 í røðini.
Mánadagin skal toftamaðurin, við níggju landsliðsmálum og góðu dygdunum við bóltinum, møguliga inn at gera mun í føroyska álopinum. Á Tórsvølli móti Gibraltar mugu føroyingar metast at vera favorittar.
Jóan Símun hevur seinastu vikurnar spælt nógv í KA, og hevur millum annað fingið sítt fyrsta mál í afturvendanini til íslendskan fótbólt.
Jóan Símun Edmundsson kann gera sítt í serliga spælinum við bóltinum men eisini við at leggja trýst á teir aftastu hjá mótsstøðuliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Í venjingardystinum hósdagin vórðu fleiri av føstu spælarunum spardir nakað ella spardir heilt. Odmar Færø var ein teirra. Royndi miðverjin hevur nakað av trupulleikum við rygginum og er heldur ivasamur til heimadystin.
Føroyski hópurin kom til Føroya í gjárkvøldið eftir langa ferð úr Georgia. HM-undankappingardysturin móti Gibraltar verður mánadagin, 2. hvítusunnudag, klokkan 19.45.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2025
Føroyar stóðu fyri flottum avriki móti bólkavinnarunum, men Nations League-kappingin endaði við 2-1 tapi. Avgerandi málið kom stutt eftir føroyskan samanstoyt, sum endaði við túri í sjúkrabili. Føroyar endaðu á 2. plássi
Undan seinasta umfari í okkara Nations League-bólki hevði eingin skakað Slovakia. Suvereni bólkavinnarin hevði málúrtøkuna 25-0 undan dystinum á Tórsvølli, so tað sá eitt sindur tungt út hjá føroyska kvinnulandsliðnum eftir slovakiska leiðslumálið eftir tíggju minuttir.
Føroyska liðið fall tó als ikki í fátt og fekk hinvegin skjótt gott tamarhald á dystinum. Tíggju minuttir fyri steðgin bragdaði eisini. Fyri fyrstu ferð í kappingini fór bólturin í málið hjá Slovakia. Eins og í 1-1 javnleikinum í Moldova fríggjakvøldið, var tað Ásla Johannesen, ið var køld og stóð fyri føroyska málinum.
Tað stóð eisini leingi 1-1 á máltalvuni á Tórsvølli. Í roynd og veru kundi tað eisini verið 2-1: Føroyar komu væl út til 2. hálvleik og skaptu støður og møguleikar - eins og beint fyri steðgin: Slovakia hevði bóltin meira, men Føroyar høvdu fleiri málmøguleikar.
Favorittarnir vildu tó hava fult burturúr í Føroyum og fult stigatal fyri kappingina, og í 88. minutti eydnaðist tað at fáa leiðsluna aftur. Føroyingar høvdu annars verið fyri tvær ferðir, men umvegis eitt føroyskt bein í brotsteignum, endaði bólturin hjá Ludmila Matavkova, ið takkaði fyri. Hon var júst ikki rangstødd, og avgjørdi dystin.
Hetta málið kom eftir langan steðg. Birita Ryan og Sunniva Willemoes rendu harðliga saman í slovakiska brotsteignum í sambandi við føroyskan deyðbólt. Eftir at høvdini hjá føroysku miðverjunum brustu saman var steðgur, sum endaði við at Birita varð leidd inn, og Sunniva varð koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar í sjúkrabili.
Støðan ávirkaði føroyska liðið, men tað var nær við, at Durita Hummeland javnaði í yvirtíðini, ið var ellivu minuttir. Tíggju stig í seks dystum, met fyri eina UEFA-kapping hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og eitt 2. pláss í bólkinum var endaliga úrttøkan.
UEFA Nations League 2025 - Deild C, bólkur 1
6. og seinasta umfar - á Tórsvølli 3. juni
Føroyar - Slovakia 1-2 (1-1)
11' 0-1 Patricia Hmirova
35' 1-1 Ásla Johannesen
88' 1-2 Ludmila Matavkova
Føroyar: (5-4-1/3-4-3): Óluva Joensen, Julia Naomi Mortensen, Sunniva Willemoes (86' Sólja Ernstsdóttir), Birita Ryan (86' Vár Johannesen), Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (46' Fridrikka Klementsen), Sara Samson Lamhauge (72' Eyðvør Klakkstein), Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal (94' Rakul Sørensen)
Venjari: Pætur Smith Clementsen
Úrslitið eftir seks umfør:
1. Slovakia 18 stig
2. Føroyar 10 stig
3. Moldova 7 stig
4. Gibraltar 0 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Spældi dyst nummar 96 í vikuni, sum er ein dystur fleiri, enn Fróði Benjaminsen spældi fyri manslandsliðið. Heidi hevur eisini skorað flest A-landsliðsmál
Tá Føroyar spældu móti Slovakia í seinasta dystinum Nations League 2025 á Tórsvølli týskvøldið, varð eitt serstakt landsliðsmett sett.
Heidi Sevdal hevur leingi havt metið fyri flest A-landsdystir hjá kvinnum, men nú eigur 36-ára runavíkskvinnan eisini samanlagda metið.
Fróði Benjaminsen hevur havt hetta í nógv ár. Fyrrverandi mansliðsliðformaðurin spældi 95 skrásettar dystir millum 1999 og 2017.
Bygdamaður hansara, Jóan Símun Edmundsson, er tveir dystir aftanfyri.
Heidi Sevdal hevur í tjúgu ár (2006-2025), spælt 96 skrásettar A-landsdystir. Hetta er harvið føroyskt met.
Kvika og vandamikla kvinnan hevur eisini málmetið á landsliðnum. Hetta tók hon í fjør. Rannvá Biskopstø Andreasen hevði tað frammanundan - hetta við einum ógvuliga flottum miðaltalið: 27 mál í 55 dystum fyri Føroyar.
Heidi Sevdal hevur skorað 31 skrasett mál - hetta í 96 dystum.
Spurningurin er so, hvørt Heidi fer at spæla fleiri dystir, ella um hetta var tað. Í samrøðu við Kringvarpið eftir góða føroyska avrikið móti Slovakia, har hon var við í føroyska málinum, staðfesti Heidi Sevdal, at einki er avgjørt. Føroyar hava í løtuni ikki fleiri dystir á skrá í 2025. NSÍ-profilurin var nær við at gevast í vetur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Pætur Smith Clementsen gevst sum tekniskur stjóri í FSF og er settur venjari hjá kvinnulandsliðnum
– Kvinnufótbóltur í Føroyum hevur verið í rívandi menning seinastu árini, og hetta síggja vit eisini aftur á kvinnulandsliðnum. Hesar seinastu mánaðirnar, har eg havi verið virkandi venjari hjá liðnum, havi eg veruliga merkt, hvussu kvinnulandsliðið hevur ment seg. Hugburðurin hjá leikarunum er framúr, og vit eru sannførd um, at stór úrslit eru fyri framman, sigur Pætur Smith Clementsen.
Pætur Smith Clementsen, sum er 44 ára gamal og hevur UEFA PRO útbúgving, hevur verið tekniskur stjóri í FSF seinastu 10 árini. Í hesum starvi hevur Pætur havt ábyrgd av ítróttarliga virkseminum hjá FSF. Nú Pætur verður settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnum, gevst hann samstundis sum tekniskur stjóri.
– Tíðin sum tekniskur stjóri í FSF hevur verið ótrúliga spennandi. Saman við feløgunum hava vit tikið týðandi stig innan menningina av føroyskum fótbólti. Ongantíð hava vit havt fleiri virknar leikarar enn í dag, og vit hava eisini met nógvar útbúnar venjarar. Í FSF hava vit bygt eitt sterkt fótbóltsumhvørvi, og eg kenni meg heilt tryggan við at geva uppgávuna víðari, nú eg fari í landsliðsvenjarastarvið.
Í UEFA Nations League kappingini, sum júst er endað, fingu Føroyar 10 stig. Christian Andreasen, FSF forseti, fegnast um, at avtala nú er gjørd við Pætur, so at byggjast kann víðari á góðu gongdina hjá landsliðnum.
– Tað hevur verið ótrúliga gleðiligt at fylgja kvinnulandsliðnum í ár. Liðið hevur avrikað sannførandi við góðum og undirhaldandi fótbólti. Í kappingini hava vit sett stigamet, og eg eri tí sannførdur um, at vit við Pæturi hava fingið júst rætta venjaran til kvinnulandsliðið.
Nýggja avtalan við Pætur Smith Clementsen er galdandi til ársenda 2029.
Tilgongdin at seta nýggjan tekniskan stjóra byrjar beinanvegin. Til nýggjur tekniskur stjóri er settur, røkir Pætur Smith Clementsen uppgávuna sum tekniskur stjóri afturat landsliðsvenjarastarvinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Enn einaferð avgjørdi KÍ seint í oddadyst móti NSÍ, sum annars hevði vent 2-0 til 2-2 í lívliga dystinum. Nú skilja sjey stig tey bæði fremstu liðini
KÍ punkteraði ikki FM-stríðið leygarkvøldið. Til tað eru alt ov nógvir dystir eftir, og evropeiskir dystir og annað kunnu verða nýggir faktorarar seinni í ár. Men tað er ikki ov nógv at siga, at nógv av luftuni er farin úr tí: KÍ hevur vunnið tvær ferðir á tættasta kappingarneytanum seinastu 22 dagarnar, og sjey stig skilja liðini - liðið hjá Magnus Powell hevur ikki tapt í teimum 12 umførunum higartil.
Heimaliðið vísti kynismu og skoraði eftir sína góðu byrjan: NSÍ fekk ikki ruddað eitt frísparksinnlegg, bólturin stakk til Páll Klettskarð, sum staddur til høgru í brotsteignum fann Patrik Johannesen: Renningin hjá tvøramanninum var perfekt, og hansara flotta kappingarár heldur fram.
NSÍ hevði síðani bóltin væl meira restina av hálvleikinum, men KÍ hevði leingi heilt gott tamarhald á. Fimm minuttir fyri steðgin breyt KÍ ígjøgnum í høgru, Jóannes Kalsø Danielsen legði hart og væl inn fyri málið, og har hevði Páll funnið pláss. Málrevurin setti fótin á, og so var 2-0.
Fagnaðurin á heimaáskoðarunum helt tó ikki leingi. NSÍ hevði hótt eitt sindur í løtuni upp til steðgin og áðrenn 2-0 málið. Fyrst var tað Hassou Diaby Ndiaye, sum stútaði, og fimm minuttir seinni smekkaði Jasper van der Heyden til - í tí løtuni vildi NSÍ hava brotspark tvær ferðir, tá Petur Knudsen fór um koll eftir nærdyst við René Shaki Joensen. Nærum beint eftir málið hjá KÍ bragdaði: Petur Knudsen breyt ígjøgnum í vinstru, KÍ bjargaði á strikuni, men so smekkaði Aron Knudsen bóltin í netið.
Tað var eisini lívligt frá byrjan í 2. hálvleiki. Bæði liðini søktu at, og NSÍ hevði áræði. Tá ein tími var spældur, endaði bólturin hjá Klæminti Olsen í KÍ-brotsteignum, og metmálskjúttin var eirindaleysur.
KÍ kundi sum so brúka eitt stig, men heimaliðið vildi hava sigurin, og tók eisini yvir. Millum annað Páll Andrasson Klettskarð var nær við - og í 83. minutti bragdaði.
Árni Frederiksberg hevði verið íblandaður í teimum fyrstu málunum hjá KÍ, og tá Dávid Biskopstø Andreasen vann eitt fríspark í "perfaktari Árna-støðu", smekkaði 7'arin inn í høgru. Sum so ofta í NSÍ-tíðini rakti Árni høvdið á Klæminti, sum royndi at rudda men hann fekk ikki stýrt knallharða innlegginum. 3-2 og KÍ helt fast til yvir 100 minuttir vóru farnir.
Árni Frederiksberg gjørdist avgerandi móti sínum barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir frá Norðoyastevnudystinum
Tríggir vórðu spældir leygardagin undan toppdystinum á norðoyastevnu í Klaksvík.
Fyrsti dysturin mundi enda við lítlum skelki. FC Suðuroy gjørdi bart í 1. hálvleiki móti B36, og skoraði tvær ferðir.
Tað sá út til, at B36 aftur fór at snáva móti einum av lægri liðunum, men í 75. minutti minkaði Pætur Petersen, og so kom lív í B36. Tað endaði við, at liðið hjá Jákup Martin Joensen lyfti seg upp á 4. plássi. Marius Kryger Lindh og Mattias Hellisdal vóru ógvuliga eyðsýndir seinastu og avgerandi løtuna, og í yvirtíðini rak Mattias til baklinjuna og legði útfrá til Marius: 3-2 og so var túrurin norður ikki so galin.
Ein smeitur fyri FC Suðuroy men har kann man troysta seg við, at bæði TB og 07 Vestur taptu. B68 avgjørdi alt eftir steðgin móti TB. Tað endaði 4-1 á Svangaskarði, og B68 hevur nú størri fjarstøðu til botnin.
Í einum lítið lívligum dysti á Eiði kom Kristian Svabo Eliasen seint inn, og var lívligur. Hann smekkaði bóltin framvið Ara í Haraldsstovu Petersen og avgjørdi harvið dystin - nakrar minuttir seinni fekk klaksvíkingurin beinleiðis reytt kort.
EB/Streymur hevur nú 17 stig og bjóðar framvegis av um 4. plássið.
Betrideildin 12. umfar
Leygardagin 31. mai
KÍ - NSÍ 3-2 (2-1)
08' 1-0 Patrik Johannesen (Páll Klettskarð)
41' 2-0 Páll A. Klettskarð (Jóannes K. Danielsen)
42' 2-1 Aron Knudsen (Klæmint A. Olsen)
60' 2-2 Klæmint A. Olsen (Fabian Ness)
83' 3-2 Árni Frederiksberg
FC Suðuroy - B36 2-3 (2-0)
11' 1-0 Olaf Godtfred (John Villi Leo)
26' 2-0 Salmundur Bech
75' 2-1 Pætur Petersen (Marius K. Lindh)
80' 2-2 Mattias W. Joensen (Mattias Hellisdal)
90' 2-3 Marius K. Lindh (Mattias Hellisdal)
EB/Streymur - 07 Vestur 1-0 (0-0)
85' 1-0 Kristian S. Eliasen (Virgar Jónsson)
B68 - TB 4-1 (1-1)
32' 1-0 Jóhan Josephsen (Sebastian Nielsen)
37' 1-1 Samudeen Musah
64' 2-1 Djóni Samuelsen (Jákup Vilhelmsen)
70' 3-1 Martin Klein (Bárður Jensen)
90' 4-1 Jákup N. Vilhelmsen
Hósdagin 29. mai
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
44' 1-0 Jonas Enkerud (Emil Pedersen)
60' 2-0 Jonas Enkerud (Lassana Faye)
71' 2-1 Jákup Johansen (Ragnar Skála)
Støðan:
KÍ 34 stig
NSÍ 27 stig
HB 25 stig
B36 20 stig
Víkingur 17 stig
EB/Streymur 17 stig
B68 14 stig
07 Vestur 7 stig
FC Suðuroy 6 stig
TB 6 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2025
23-ára gamli klaksvíkingurin býr nú í Havn, og verjuspælarin hevur skrivað undir sáttmála galdandi í eitt og eitt hálvt ár. Avtala er gjørd millum KÍ og B36
Hann hevur spælt 17 U21-landsdystir, og byrjaði inni í nógvum av stóru dystunum hjá KÍ í evropeiska árunum í 2023 - millum annað í dystunum móti Ferencváros og Häcken.
Børge Petersen hevur tó bert í løtum spælt nógv í fremstu mansdeildini. Sum 23-ára gamal er skjóti og sterki miðverjin skrásettur fyri 68 Betrideildardystir og samanlagt 89 dystir fyri besta liðið hjá KÍ.
Skaðar hava í løtum lagt meinbogar í vegin, men sterkir verjuspælarar útifrá - so sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og útlendingar hava spælt nógv í KÍ-miðverjuni. Harvið er Børge Petersen ikki heilt komin framat serliga ofta.
Børge var við at halda málið reitnt tvær ferðir móti ungarska stórfelagnum Ferenvárosi í 2023 - her í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevur áður víst áhuga fyri Børga, og nú hann býr og lesur í høvuðsstaðnum - samstundis sum klaksvíkingurin ongan minutt hevur spælt fyri fremsta liðið hjá KÍ í ár, so var skiftið nátúrligt fyri allar partar.
KÍ boðaði í vikuni frá, at avtala er gjørd millum KÍ og B36, ið ber við sær at Børge Petersen framyvir skal leika fyri B36.
- Børge hevur víst ynski um at sleppa til annað felag, í strembanini eftir meiri leiktíð, og tískil er avtala gjørd millum partarnar, at hann flytur til B36.
Venjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, sigur soleiðis við Facebook-síðuna hjá B36:
- Børge er dugnaligur spælari, sum hevur víst sítt virði í fremstu røð í føroyskum fótbólti, og við honum fáa vit nakrar møguleikar afturat. Hann er somuleiðis ein íløga í framtíðina, nú B36 hevur sett eina spennandi kós fyri komandi árini.
Bogi Reinert-Petersen og Mattias Weihe Joensen hava seinastu tíðina spælt í miðverjuni hjá B36. Heini Vatsndal er darvaður av skaðum.
Sum skilst, vísti NSÍ eisini áhuga fyri miðverjanum úr Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Føroyski miðverjin var við at halda málið reint í play-off finaluni farna vikuskiftið. Wisla Plock flytur harvið upp til høgt styrkismettu deildina
Triðbesta deildin næstseinasta kappingarár, næstbesta deildin hetta árið og eftir summarfrítíðina: Fremsta deildin i fimtstørsta landinum í Evropa. Tíðin hjá Andriasi Edmundssyni í polskum fótbólti hevur higartil verið heilt góð.
Sunnudagin spældi 24-ára gamli toftamaðurin fullan dyst, tá Wisla Plock vann 2-0 á Legnica í play-off finaluni. Andrias helt harvið málið reint - hósdagin skoraði sterki føroyski verjuspælarin í hálvfinaluni.
Plock endaði nummar trý í grundspælinum, og harvið beint aftan fyri beinleiðis uppflytararnar. Hetta gav Andrias Edmundsson og teimum fyrimunin við at hava heimavøll til dytirnar. Hetta gagnnýtti liðið.
Uppflytingin er frálík fyri Andrias og føroyskan fótbólt - Ekstraklasa er ein deild á høgum støði. Í løtuni stendur hon styrkismett sum nummar 15 í Evropa. Hetta er eitt nú framman fyri donsku Superliguna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Føroysku U17-dreingirnir skulu royna seg móti Íslandi í Runavík og Týsklandi og Sveis við Tjarnir. - Talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum. Vitjandi tjóðirnar eru millum tær allarbestu í heiminum
Tað er javnan, at føroysk hondbóltslandslið hava stórar kappingar uttanlands, men tað er ikki vanligt, at slíkar eru í Føroyum.
Hetta vikuskiftið verður øðrvísi. Tað er ikki eitt eindaspæl, men sum HSF skrivar: -Nú sleppa føroyskir áskoðarar endiliga at uppliva ungdómin royna seg í kapping heima í Føroyum.
Í døgunum 6. til 8. juni er Nordic Open fyri U17-landslið hjá monnum á fyrsta sinni. Dystirnir fríggjadagin vórðu spældir í Runavík, meðan dystirnir í dag og sunnudagin verða við Tjarnir.
Ein nýggj kapping
Nordic Open er nýggj kapping, sum HSF hevur tikið stig til. Vanliga hava ávikavist U17-menn og U16-kvinnur luttikið í European Open í Svøríki, men hendan kappingin er nú broytt til at vera fyri ávikavist U18-menn og U17-kvinnur. Tískil verður nú roynt við egnari fýralandakapping her í Føroyum, skrivar hsf.fo.
Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av landsliðunum og teirra avbjóðingum.
- Talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum. Vitjandi tjóðirnar, Týskland, Sveis og Ísland, eru millum tær allarbestu í heiminum, og ikki minst millum tær mest framfýsnu og myndandi í ungdómshondbólti seinastu árini.
Mark vísir eisini á, hvussu nógv slíkar stórar royndir hava at siga í menningini av spælarunum
- Tað er av alstórum týdningi, at ungdómslandsliðini hava avbjóðingar á hvørjum ári, og at hesar er við til at menna og brynja ungu leikararnir til vaksnan hondbólt og A-landsdystir, har nógv stendur uppá spæl. Flestu leikararnir, sum nú mynda A-landsliðið, hava nógvar ungdómslandsdystir og ungdómsendaspøl í rygginum, og er tað eyðsýnt, at teir við hesum royndunum duga og megna at handfara avbjóðandi dystir, har nógv stendur uppá spæl og túsundtals eygu fylgja við kring vøllin, í sjónvarpi og miðlum.”
Talan er um ein spennandi føroyskan hóp.
Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Valur
Rókur av Skarði, Neistin
Útileikarar:
Gilli Reginson, Neistin
Teitur Hellisdal, Kyndil
Klæmint Ludvig, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Regin Dam, Neistin
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Rani Johannesen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Ikast FS
Boas á Skipagøtu, H71
Páll Müller, Team Klaksvík
Hugin Halgilson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Brandur Debes Dánialsson, Ajax København
Árni Lassen, Neistin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
A-landsliðsspælarar og stórir profilar í føroysku kappingini eru á listanum. Føroyar spæla móti Norðurmakedonia, Íslandi og Rumenia í døgunum 18. til 21. juni og skulu royna at koma víðari í Polandi
Upprunaliga skuldu Føroyar ikki vera við, men avboð frá Ný Sælandi tryggjaði, at Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir fáa ein seinasta dans saman á U-landsliðunum.
04- og 05-árgangirnir hava verið til endaspøl í 2022, 2023 og 2024. Seinni í mánaðinum gongur leiðin til Polands, har Føroyar skulu royna seg í HM-endaspælinum.
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 spælararnir til U21 HM-endaspælið:
Føroyski hópurin:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
24 ára gamli vinstri bakkurin fer við sínum royndum at styrkja um besta liðið hjá monnum, og fer harumframt at venja ungdómin hjá Neistanum
Nú er greitt, at evnaríki bakspælarin, Dánjal Ragnarsson, komandi árini aftur fer at spæla við barndómsfelagnum, Neistanum.
Dánjal Ragnarsson kemur úr VÍF, har hann spældi farna kappingarár, eftir at hava roynt seg hjá IBV Vestmannaeyar í Íslandi í nøkur ár og bleiv íslendskur meistari.
24 ára gamli vinstri bakkurin fer við sínum royndum at styrkja um besta liðið hjá monnum og fer harumframt at venja ungdómin hjá Neistanum.
– Hetta eru sera góð tíðindi! Dánjal er uppældur hjá Neistanum, hevur fingið góðar royndir, og hevur ment seg sum leikari uttanlands og í øðrum feløgum - og nú kemur hann heim aftur at spæla og læra frá sær, sigur Scott Harrington, høvuðsvenjari hjá Neistanum, sum leggur stóran dent á, at Dánjal Ragnarsson í venjaraleiklutinum eisini fer at menna ungdómin í felagnum við sínum góða hugburði og royndum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2025
Føroysku U15-genturnar í hondbólti spældu farna vikuskiftið tveir venjingardystir móti Íslandi og vunnu báðar
Føroysku U15-kvinnurnar hava um vikuskiftið verið í Íslandi og spælt tveir vinardystir móti Íslandi. Føroysku kvinnurnar gjørdu bart og vunnu báðar dystirnar.
Fyrri dysturin, leygardagin, endaði 27-24 til Føroyar, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 12, Hanna Thomsen 7, Olivia Kristiansen 4, Fía Nolsøe 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Anna Lamhauge 1
Seinni dysturin, sunnudagin, endaði eisini við føroysku sigri. Úrslitið gjørdist 27-26 til Føroyar, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 10, Fía Nolsøe 5, Hanna Thomasen 4, Anna Lamhauge 2, Aibritt á Plógv 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Olivia Kristiansen 1, Sunfríð Zachariasen 1, Hervør Hansen 1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Ferfaldi heimsmeistarin vendir aftur til Skanderborg, ið hann upprunaliga skifti til, tá hann fór úr Føroyum. 31-ára gamli høgri vongrin hevur gjørt trý-ára sáttmála
Eftir tíggju ár burtur frá Skanderborg, vendir Jóhan á Plógv Hansen aftur til staðið, sum hann skifti til, tá høgri vongurin fór úr Kyndli og úr Føroyum í 2011.
Talan er um trý-ára sáttmála. Harvið skal Jóhan á Plógv í fyrstu syftu spæla í Herrligaen til og við 2027/2028-kappingarárið.
31-ára gamli havnarmaðurin hevur síðani 2019 vunnið HM fýra ferðir á rað við Danmark.
Hetta vikuskiftið spælir Jóhan sín seinasta dyst við Flensburg-Handewitt. Har hevur hann verið í trý kappingarár - samanlagt hevur kviki maðurin spælt í Bundesliguni í fimm ár.
Í viðmerkingum hevur Jóhan á Plógv Hansen staðfest, at Skanderborg AGF, sum tað nú eitur, var við í tonkunum frá byrjan, tá hann skuldi skifta felag. Hetta var nú tað heilt rætta fyri hann og familjuna.
Skanderborg AGF (SAH) varð ov stutt til at røkka DM-hálvfinalurnar hetta kappingarárið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2025
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi leygarkvøldið ímóti Ísrael í Lettlandi í Silvurliguni
Silvurligan, kvinnur:
Ísrael – Føroyar 3-0 (25-14, 25-19, 25-14)
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi leygarkvøldið ímóti Ísrael í Lettlandi í Silvurliguni, og í stuttum kann sigast, at annað sett hjá Føroyum var frálíkt, og at hini bæði fáa metingina miðal.
Í fyrsta setti fylgdu Føroyar við til 9-11, tá Ísrael so líðandi dró frá og vann settið 25-14.
Í øðrum setti hildu Føroyar leingi stand, men eftir 9-11 hevði Ísrael hug at slíta seg leyst, og legði seg á odda 17-12. Føroyar spentu tó í aftur og minkaðu um munin til bara eitt stig til 16-17, men endin var heldur snópisligur, tí eftir at Føroyar aftur høvdu minkað um munin til 19-20, vann Ísrael rest, og settið 25-19.
Ísrael legði seg á odda 5-1 í triðja setti, men hóast Føroyar minkaðu um munin aftur til 4-6, vann Ísrael fimm stig á rað, og so tóktist sum um, at gassið var farið úr føroysku ballónini, . so vann Ísrael 25-14.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við 9 stigum, harav 3 vóru serviess.
Í gjárkvøldið, fríggjadagin 6. juni, tók Føroyar ímóti Norðurmakedonia, sum farna vikuskiftið tapti 3-2 fyri Íslandi. Í dag 8. juni spæla Føroyar ímóti Eysturríki. Føroysku heimadystirnir verða spældir í høllini Inni í Dal á Sandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
LMKF25, 5. teinur: Trý, tvey. Tað var endaliga støðan millum lærumeistaran og lærlingin
Helgi Winther Olsen vann fimta og seinasta teinin av Leif Mohr Kring Føroyar. Tað bleiv til tríggjar sigrar, tá hann vann 1. tein, 2. tein, og 5. tein, og Helgi gjørdist tí samlaður vinnari kappingini.
Sunnudagin varð fimti og seinasti teinur súkklaður.
Leygardagin varð kappast á Streymoynni, tá súkklarar kappaðust í tíðarkoyring. Teinurin ígjár var úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, og niðan á Sornfelli.
Sunnudagin varð súkklað runt í Havnini. Súkklað bleiv ein teinur á smáar fýra kilometrar, og skuldi hesin teinur súkklast 13 ferð. Tilsamans 50 kilometrar.
Startur var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn og frá Hoyvíksvegnum bleiv koyrt oman á Eystara Ringveg, síðan eftir Yviri við Strond, niðan eftir Jónas Broncksgøtu, og so niðan eftir Hoyvíksvegnum, tilsamans 13 umfør.
Fyrst súkklaðu øll eitt umfar sum ”Master Start”. Øll fylgdust eitt umfar áðrenn dómarin gav boð um, at nú byrjaði kappingin av álvara.
Ferðin reyk upp, og varð rættliga høg oman móti Eystara Ringvegi. Ferðin var enn hægri tá ein stórur hópur av súkklarum, í undanvindi, settu kós móti Skansanum.
Avgerðin fall tíðliga
Tíðliga í kappingini, niðan eftir Jónas Broncksgøtu setti Helgi W. Olsen ferð á súkkluna, og tað gingu bert fá sekund, so hevði Helgi fingið hol aftur til høvuðsfeltið, sum taldi millum tíggju og fimtan súkklarar. Helgi økti, og har sat hann, í mótvindinum eftir Hoyvíksvegnum, og í undanvindinum yviri við Strond.
Øll høvdu tað hart niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tað gjørdist enn harðari, tá Niklas Hallgren Niclassen, eins og Helgi, setti ferð á miðsskeiðis í Jónas Broncksgøtu. Tá hópurin hevði fingið pulsin niður aftur, og súkklarar hildu, at nú var sloppið, so setti Niklas aftur ferð á súkkluna, og fekk soleiðis frástøðu aftur til Paula Poulsen, Hilmar Hansen, og ein vælkoyrandi Konstantinos Garoflos.
Tað vóru nú trý umfør eftir. Helgi sat tryggur fremst og hevði uppbygt sær eina leiðslu á tveir til tríggjar minuttir. Niklas royndi ikki at koyra Helga inn aftur, men bardist fyri lívinum fyri, at Pauli, Hilmar og Konstantinos ikki skuldu koyra hann inn aftur. Ein harður dystur sum … sum Niklas vann.
Helgi brúkti 1 tíma 32 minuttir og 25 sekund. Niklas kom á mál smáar 3 minuttir seinni. Niklas brúkti 1 tíma 35 minuttir og 10 sekund um teir 50 kilometrarnar.
Tríggir mans bardust um bronsuna. Konstantinos Garoflos misti Paula og Hilmar miðskeiðis í Jónas Broncksgøtu, og løtu seinni misti Hilmar Paula. Tað var tí Pauli Poulsen, ið kom sum triði maður um málstrikuna.
Pauli gjørdist nummar trý í dag, ogi gjørdist somuleiðis nummar trý í samlaðu støðuni.
Tríggir sigrar og samlaður vinnari
Sama dag sum bretski súkklarin Simon Yates vann ársins útgávu av Giro d´Italia, vann Helgi Winther Olsen ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2025.
Meðan Simon Yates og hinir proffarnir skuldu koyra tilsamans 3.450 kilometrar, so skuldu Helgi og hinir amatørarnir koyra tilsamans 248 kilometrar.
Helgi brúkti 7 tímar og 38 minuttir og 13 sekund um teir umleið 248 kilometrarnar. Nummar tvey gjørdist Niklas Hallgren Niclassen, og brúkti hann 7 tímar 41 minuttir og 20 sekund. Nummar trý samanlagt gjørdist, sum áður nevnt, Pauli Poulsen. Pauli brúkti 7 tímar 47 minuttir og 5 sekund um Kring Føroyar 2025.
Í samlaðu støðuni hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv vinnari. Súsanna koyrdi teir 248 kilometrarnar uppá 7 tímar 52 minuttir og 42 sekund.
Súsanna Skylv
Eftir 5. og seinasta umfør gjørdist samlaða støðan hendan
Ólavur Frederiksen, myndamaður, fylgdi súkklukappingini síggj myndirnar her:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Farna vikuskiftið luttók David Kunoy í altjóða boksikappingini Greiken Pokal í Rostock. Ein flika beint omanfyri eygað gjørdi tó, at talan bleiv bara um tann eina dystin
Tað bleiv bara til tann eina dystin hjá David Kunoy frá Tórshavn Boksing, tá hann farna vikuskiftið luttók í altjóða boksikappingini Greiken Pokal í týska býnum Rostock.
Talan er um eina stóra kapping fyri A- og B-boksarar við yvir 500 luttakarum.
David Kunoy boksaði leygarkvøldið, og føroyingurin tók greitt yvir móti mótstøðumanninum. Í øðrum umfari var mótstøðumaðurin troyttur og tíðliga í triðja umfari valdi dómarin at steðga dystinum, og havnarmaðurin var tískil klárur til finaluna, sum skuldi vera sunnudag.
Men í einum samanstoyti fekk David Kunoy eina fliku beint oman fyri eygað. Til vigingina sunnudagin metti lækni tað ikki vera ráðiligt at boksa við hesari flikuni, og valdi at taka David úr kappingini.
- Ein avgerð, vit sjálvandi virða, hóast vit hildu, at hann kundi havt boksað. Trygdin kemur altíð fyrst, sigur Tórshavn Boksing.
Hóast David Kunoy eftir reglum skuldi fingið silvur, valdu fyrireikararnir at geva honum gullið – sum takk fyri hansara sterka avrik og longu ferð til kappingina.
Eitt sindur av einum vónbroti er at hóma, tí David vildi fegin boksa finaluna, men bæði Tórshavn Boksing og venjarin, Martin Meng Wojciechowski, eru ómetaliga errin av David.
- Hann vísir ótrúliga góð úrslit, og er eitt framúrskarandi umboð fyri føroyska boksing á altjóða pallinum, sigur Tórshavn Boksing.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Spæld vóru 92 spøl fríggjakvøldið og leygardagin, men ikki fyrr í seinasta spælinum var greitt, hvør fór við meistaraheitinum
Farna vikuskiftið var kappast um FM-heiti fyri pør í bridge. Kappingin gjørdist óvanliga spennandi.
Spæld vóru 92 spøl fríggjakvøldið og leygardagin, men ikki fyrr í seinasta spælinum var greitt, hvør fór við meistaraheitinum.
Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu bara 0,1 stig framman fyri Dia Jacobsen og Hallberg Anfríðsson. Í bridge er 0,1 stig minni enn eitt stikk, og tá hugsað verður um, at í allari kappingini vóru tikin 1.196 stikk, so kann ein FM-kapping ikki vera tættari.
Á triðja plássinum komu Jóannes Mourtisen og Per Kallsberg.
Í alt vóru 24 pør við í FM-kappingini, sum var spæld í Bridgehúsinum í Havn.
Nr. 2 gjørdust Hallberg Arnfríðsson og Dia Jacobsen
Nr. 3. Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2025
Finalan var nakað órógvað av tjúkkum mjørka og grimdarregni leygardagin
Veðurgudarnir vóru væl við, tá innleiðandi kappingarnar vóru hósdagin og fríggjadagin. Og fyrra helvt av finaluni leygardagin bleiv hildin í heilt hampiligum veðri. Men so køvdi hann av í mjørka, og løtu seinni fór tað at regna av grimd. Tað var so ringt sýni, at dómararnir máttu stilla seg í miðjuna á breytini fyri yvirhøvur at síggja rossini, so teir vóru sum druknaðar mýs, tá kappingini var komin at enda um 18-tíðina leygarkvøldið.
10 finalur skuldu avgreiðast í hesi seinastu kappingini áðrenn FM-kappingina, sum verður longu 19. til 21. juni.
Spennandi fimmgongd
Í greinini F1, sum er fimmgongd, har øll fimm gonguløgini, fet, trav, tølt, lop og skeið, skulu vísast vóru fýra ross við hesaferð. Tað er altíð spennandi at síggja serliga skeiðið, tí har krevst, at rúttarin er øðiliga neyvur, tá hann "leggur" rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar.
Hvørt par fær tríggjar møguleikar – trý sprettir – at fáa skeiðið at rigga. Karakterirnir fyri tveir teir bestu sprettirnar verða lagdir saman, og býttir við tvey – hetta gevur endaliga karakterin.
Nógvir børn og ung við
Av tí at so nógv børn og ung vóru við til kappingina, høvdu tey sína egnu finalu í V5, V1, T7 og T1. Tað er hugaligt at síggja, hvussu tey ungu mennast – og hvussu fleiri børn og ung leggjast afturat hvørt ár.
Samreiðs– og røktarsteyp
Hesa ferð vóru tað Sólrun H. Poulsen og Rjóð, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Birna Jóanesarson og Harka vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.
Úrslitini av kappingunum gjørdust:
T1:
1 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri
2 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú
3 Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd
T1 UNG:
1 Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal og Hugsuður frá Melaleiti
2 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
3 Anna Thomsen og Leiknir frá Yzta-Bæli
T2:
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II
2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
3 Eva Albinsdóttir og Snæþór frá Austurkoti
T7:
1 Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi
2 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu
3 Edna Henriksen og Flís frá Ósgerði
T7 BØRN:
1 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti
2 Bjørk Láberg og Hulda fra Nordal
3 Lív Gregersen Djurhuus og Vífill frá Hliðsnesi
F1:
1 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu
2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1
3 Gunrid Hansen og Embla frá Þjóðólfshaga 1
V1:
1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
2 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri
3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Vaðall frá Dimmuborg
V1 UNG:
1 Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal og Lómur frá Kvistum
2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
3 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg
V5:
1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Stjarna frá Skör
2 Edna Henriksen og Flís frá Ósgerði
3 Birna Jóanesarson og Harka frá Hofi I
V5 BØRN:
1 Jóna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3
2 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli
3 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald