

Leygardagur 28. juni 2025 | Nr. 26 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 6
SíÐa 30
SíÐa 2
SíÐa 50
SíÐa 61
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Líka mikið hvat hendir í morgin, so er tað eitt satt bragd, sum ungu hondbóltsmenn okkara hava avrikað í Polandi hesar seinastu dagarnar. Spennandi, javni men nívandi ósigurin í gjárkvøldið tekur einki frá hesum dreingjunum, sum hava kempað manniliga fyri sínum møguleika, fyri stoltleikanum hjá hesi tjóðini.
Tað var eitt ávíst vónbrot, tá tað ikki eydnaðist teimum at spæla seg beinleiðis til hetta seinasta ungdómsendaspælið hjá hesum árganginum.
Men tíbetur – kunnu vit loyva okkum at siga – komu avboð frá Ný Sælandi, og føroysku hondbóltsdreingirnir fingu bjóðað eitt sokallað ‘wild card’ til hesa kappingina.
Og sigast má, at føroyingarnir hava tikið, ikki bara londunum, sum teir hava møtt á leiðini, men allan hondbóltsheimin á bóli hesar seinastu dagarnar.
Ógvuliga hugaligt er at lesa og hoyra viðmerkingarnar frá hondbóltsserfrøðingum, sum fagna føroyska liðinum. Ikki einans fyri teirra høga tekniska støði og spælforstáilsi, men eisini fyri hugburðin, sum føroyingarnir vísa á hondbóltsvøllinum.
Og tá útlendingarnir spyrja hvussu tað ber til, at ein so lítil tjóð kann koma til eitt heimsmeistaraskap við so nógvum hondbóltstalentum, so fáa tey at vita, at hetta eru spælarar, sum frá barnsbeini av, hava havt so at siga fría atgongd til hondbóltshallirnar.
Tey fáa at vita, at tað ber ikki til at skapa hondbóltsspælarar í heimsflokki við at lata tey ganga til venjing eina ella tvær ferðir um vikuna gjøgnum uppvøksturin. Nei, tey skulu sleppa at spæla við hondbóltinum – við denti á at spæla – gjøgnum barndómin og allan uppvøksturin. Tí tað er í spæli við bóltinum at grundarlagið til kropsfinturnar, lopini, skotini og skrúvubóltarnir verður lagt.
Tað vit hava sæð í Katowice og Sosnowiec hesar seinastu dagarnar er tað allarbesta sum ein árgangur av hondbóltsføroyingum kann vísa. Ikki allir gerast stjørnur, men stjørnurnar hava eisini brúk fyri hjálparum, arbeiðarum og stuðlum fyri at kunna gera seg galdandi á ovastu rók í liðítrótt.
Bert sjey sleppa á vøllin í senn, og Føroyar hava víst, at hóast tað eru fleirfalt fleiri skrásettir hondbóltsspælarar í t.d. Fraklandi, enn tað eru íbúgvar í Føroyum, so eru teir sjey menninir, sum hini londini senda á vøllin ikki fleirfalt betri enn føroyingarnir vóru.
Portugisar, sum eisini hava víst framúr hondbóltspæl í hesi kappingini, máttu út í tvær ferðir longda leiktíð áðrenn teir bastu føroysku garpunum, ið bardust sum risar í verjuni, og alla tíðina høvdu evnini til at koma afturíaftur, og finna loysnirnar at vinna inn portugisarnar aftur.
Men í síðsta kastinum høvdu portugisarnir hepnið við sær. Spell fyri føroyingin, sum tók ábyrgdina á seg í so avgerandi støðu – tað var djarvt av honum. Hann má fyri alt í verðini ikki fáa skyldina fyri, at tað ikki eydnaðist hesaferð.
Nú stendur HM-bronsufinala móti svium á skránni í morgin. Tað er stórt. Ovurstórt. Tað stendur javnt tá dysturin byrjar, og bólturin er rundur. Vit heppa á okkara dreingir. Og vóna tað besta. Og hví skuldu vit ikki kunna vunnið – hetta er bert enn ein dystur á leiðini – og vit hava Óla og Ísak og Sasha og ...
Framá Føroyar!
Felagið Damco fer ístaðin at byggja ein goymslu- og skrivstovubygning, sum í fyrstu atløgu skal leigast út
Fólk, sum eru komin koyrandi heim eftir Velbastaðvegnum í Havn hesar seinastu dagarnar, hava lagt merkið til eina býarmynd, sum er við at broytast.
Tey eru í gongd við at bróta bygningin niður, sum einaferð hýsti framleiðsluni av Fóm ísum.
Tað er nú nøkur ár síðan, at ísframleiðslan í hesum bygninginum støðgaði, og Fóm flutti sína framleiðslu til Íslands, har vælumtóktu ísarnir verða framleiddir í samstarvið við felagið Kjörís ehf.
Síðan hevur bygningurin ikki rættiliga verið í brúki, bert til onkur hissini styttri leigumál.
- Talan er um ein framleiðslubygning við lítlari goymsu og avmarkaðum skrivstovuhølum, so tað hevur ikki verið so lætt at finna leigarar til bygningin, sum eisini var farin nakað illa, greiðir Tummas Hanus Dam, stjóri í Damco, felagnum ið eigur Fóm, frá.
- Tá nú rættiliga nógv byggivirksemi er og hevur verið í økinum við Velbastaðvegin, hildu vit eisini tað var hóskandi at gera okkurt við Fóm-bygningin, sum skjótt hevur 50 ár á baki, og vit hava valt at byggja ein nýggjan goymslu- og skrivstovubygning á økinum.
Tá restirnar av Fóm bygninginum eru beindar burtur, verður farið í gongd við fyrireikingarnar til nýggja bygningin. Eitt nú skal ein stuðulsmúrur gerast móti grannanun sunnanfyri, Arctic Import, so møguleiki verður fyri at gera eitt øki, har pláss verður fyri 22 bilum.
Síðan verður farið undir at byggja nýggja bygningin, sum væntandi stendur liðugur um mánaðarskiftið apríl-mai komandi ár.
- Talan verður um ein bygning á tilsamans 700-800 fermetrar. Har verður ein goymsluhøll, sum er 360 fermetrar og 7-8 metrar høg.
- Út móti Velbastaðvegnum verður ein skrivstovubygningur í tveimum hæddum, knappar 190 fermetrar hvør. Talan verður um eina prýðiliga fasadu, gjørd umhvørvisrætt úr límtræi, og rættiliga sermerkt og snøgg, haldi eg, sigur Tummas Hanus Dam.
Felagið Damco og dóttirfeløgini Damfar og Thomas Dam Ítróttur, hava í løtuni ikki brúk fyri fleiri fermetrum, og tí verður bygningurin í fyrstu atløgu bygdur við útleigu fyri eyga, upplýsir Tummas Hanus Dam.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Spreingingin elvdi til skaða á fleiri hús á Toftum – ongin mansskaði
Eitt rættiliga álvarsligt arbeiðsóhapp hendi á Toftum tíðliga seinnapartin mánadagin í sambandi við, at sprongt og grivið verður út til nýggja útstykking.
Teir vóru í gongd við at brekka grót, tá brekkarin rakti niður á eina ósprongda løðing.
Spreingingin var ógvuslig. Tilfar varð blást í allar ættir, og ein steinur rakti niður í tekjuna á einum húsum nærhendis. Steinurin lendi inni í einum kamari. Til alla lukku vóru fólkini í húsinum ikki heima. Eisini eini onnur hús fingu onkran skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðioni.
Tíbetur hendi ongin mansskaði, heldur ikki hjá manninum, sum sat í brekkimaskinuni, sum rekk ein rættiligan hvøkk.
Løgreglan var á staðnum og kannaði umstøðurnar. Eisini arbeiðseftirlitið kannar málið, og avger hvat síðan skal henda, upplýsir vaktleiðarin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
– Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður, skrivaði ein maður til ein politikara á Messenger – maðurin játtaði í Føroya Rætti at hava skrivað boðini, men hann tvíhelt um, at talan ikki var um eina hóttan
Ein maður í 40 árunum varð hósdagin dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta ein politikara í beinleiðis boðum á Messenger, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi.
Boðini, sum maðurin nú er dømdur fyri, ljóðaðu soleiðis: “Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður.”
Maðurin játtaði í Føroya Rætti, at hann hevði skrivað hetta til politikaran. Hann greiddi frá, at orsøkin var, at hann var sera misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá politikaranum. Maðurin tvíhelt tó um, at talan ikki var um eina hóttan.
Føroya Rættur var samdur við ákæruvaldinum í, at talan var um brot á §119, stk. 1, sum verjir alment sett starvsfólk. Maðurin varð dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri brotið.
Maðurin hevur nú 14 dagar at taka støðu til, um málið skal kærast til landsrættin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Mikudagin var hátíðarhald í sambandi við at Famjinstunnilin lat upp fyri almennari ferðslu
Vakra bygdin Famjin vestantil á Suðuroynni er nú vorðin ein meira integreraður partur av Suðuroynni og restini av landinum.
Tí nú er tað ofta sera vindharða Ørðaskarð ikki longur ein forðing fyri at koma til ella úr bygdini. Í dag varð Famjinstunnilin endiliga latin upp fyri almennari ferðslu.
Farið varð í gongd við arbeiðið í november 2022. Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum hevur staðið fyri at bora tann knapt 1.200 metra langa tunnilin og gera tilhoyrandi íbindingarvegir. Seinasta skotið varð latið av famjinsmegin fyri knøppum ári síðani, 18. juli 2024. Nógvar avbjóðingar hava verið í sambandi við boriarbeiðið, tí tilfarið í fjallinum hevur víst seg at vera trupult at koma ígjøgnum.
Í sambandi við at snórurin varð kliptur seinnapartin mikudagin vórðu røður hildnar. Hesi høvdu orðið: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður við samferðslumálum, Marjun W. Thomassen, stjóri í Landsverki, Sigtór A. Petersen, stjóri í Pf. J&K Petersen og Jóannis Lisberg, borgarstjóri í Famjin.
Undan hátíðarhaldinum skipaði ítróttafelagið Hvistan fyri at almenningurin kundi renna, ganga ella trilla aftur og fram teir 3,2 kilometrarnar aftur og fram gjøgnum tunnilin og eftir nýggju vegastrekkjunum.
Eftir at Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, hevði klipt snórin, var Svend Joensen úr Fámjin tann fyrsti at koyra túrin gjøgnum nýggja Fámjinstunnilin.
Myndir: Maria Luiza Photography/Landsverk
Tvøroyrar Hornorkestur spældi
Landsstýrismaðurin við samferðslumálum heldur røðu
Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu
Svend Joensen koyrdi fyrsta túrin
Nýggja vegaføringin undir Ørðsskarð hevur tann myrkara litin (foroyakort.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Dátueftirlitið hevur fingið eina fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki
Dátueftirlitið heitir á fyritøkur og stovnar um at vera varin, tá vitlíki verður nýtt í arbeiðshøpi.
Orsøkin er, at Dátueftirlitið hevur fingið eina fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki.
Talan var um, at eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónupplýsingum til ChatGPT og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál, og tað er sum meginregla ikki í trá við reglurnar í dátuverndarlógini at brúka ChatGPT og líknandi at viðgera persónsupplýsingar, sigur Dátueftirlitið.
– Hóast vitlíki kann vera eitt hent amboð, so skal fyrivarni altíð takast fyri, at tað kann vera lætt at víðarigeva persónupplýsingar óheimilað, skrivar Dátueftirlitið í fráboðan.
– Tað er sum meginregla ikki í trá við reglurnar í dátuverndarlógini at brúka ChatGPT o.l. at viðgera persónupplýsingar. Hetta kemst av, at tað er ofta ógreitt, hvussu persónupplýsingarnar verða viðgjørdar, hvar tær verða goymdar og hvønn váða hetta hevur fyri tey skrásettu.
Tað er tí trupult ella ógjørligt, hjá dátuábyrgdaranum at halda m.a. kunningarskylduna, at tryggja at upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímuliga og á ein gjøgnumskygdan hátt og eisini tryggja, at upplýsingarnar bert verða viðgjørdar til eitt nágreiniliga tilskila endamál. Harumframt er tað trupult ella ógjørligt at áseta strikingarfreistir og at tryggja sær, at tær verða hildnar.
Dátueftirlitið mælir til, at fyritøkur og stovnar gera innanhýsis mannagongdir viðvíkjandi brúk av vitlíki sum t.d. ChatGPT.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025
56 prosent av starvsfólkunum arbeiddu hjá privatum arbeiðsgevara
Í mai vóru 29.930 starvsfólk í Føroyum, og tað eru 37 fleiri fólk enn í mai mánað í fjør - ein vøkstur á 0,1 prosent, skrivar Hagstovan.
Í mai vóru næstan 15.180 menn og góðar 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 59 – ella 0,4 prosent – fleiri. Kvinnurnar vóru 22 – ella 0,1 prosent – færri.
Í mai arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Hjá monnum arbeiddu tríggir av fýra í hesum bólki, meðan triðja hvør kvinna arbeiddi í hesum bólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025
Hugla verður tilnevnt fyri arbeiðið at minka um burturkast og fremja burðardygd gjøgnum pedagogiska praksis
Norðurlandaráðið hevur nú kunngjørt, hvørji eru tilnevnd umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025, og føroyska Hugla er millum tey tilnevndu.
– Áhugafelagið Hugla verður tilnevnt fyri sítt arbeiði við at minka um burturkast og fremja burðardygd gjøgnum pedagogiska praksis. Tað gera tey við at fáa børn og vaksin á skúlum og stovnum at luttaka í skapandi endurnýtsluverkætlanum, har burturkast verður umskapað til list, stendur m.a. í grundgevingini.
Hugla lærir børn at virðismeta tilfeingi, taka ábyrgd fyri náttúruni og síggja møguleikar í tí, sum onnur síggja sum burturkast, og hetta kann geva aktørum í øðrum londum íblástur, verður sagt.
Listin við teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins sæt her.
28. oktober verður virðislønin á 300.000 danskar krónur handað í Stockholm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Tryggingarfelagið LÍV útskrivaði navna- og búmerkjakapping fyrr í ár, og eftir at hava viðgjørt oman fyri hundrað innkomin uppskot, er dómsnevndin nú komin ásamt um nýtt navn og búmerki
Tryggingarfelagið LÍV kunngjørdi í vikuni nýggja navnið og búmerkið hjá nýggja bygninginum á Óðinshædd. Felagið útskrivaði navna- og búmerkjakapping fyrr í ár, og eftir at hava viðgjørt oman fyri hundrað innkomin uppskot, er dómsnevndin nú komin ásamt um nýtt navn og búmerki.
52 fólk vóru við í kappingini, og inn komu oman fyri hundrað uppskot. Norrøn gudalæra og serliga Óðin var afturvendandi tema millum mongu uppskotini.
– Vit eru ovfarin av stóra áhuganum og vilja takka øllum, sum hava tikið sær stundir at sent okkum síni uppskot, sigur Angela Lindenskov á Bøgarði, sum er marknaðarsamskipari í LÍV.
Navnið
Hóast mong uppskot um navn vóru góð, var tó einki, sum var nóg neyvt.
Dómararnir høvdu heimild til at velja úr rúgvuni, sum teimum lysti – men teir høvdu eisini heimild til einki at velja. Tó fingu teir íblástur frá øllum teimum góðu uppskotunum, og úr hesum spratt eitt nýtt navn.
– Navnið er Óðinsbrú, og tað samspælir væl við staðsetingina. Brú er sjálvandi fornur formur av brúgv, og bygningurin stendur høgur á heygginum, har ið hann minnir eitt sindur um eina brúgv á einum skipi. Mann kann ímynda sær, at Óðin stendur á brúnni og skoðar yvir Nólsoyarfjørð, sigur Angela.
Búmerkið
Hóast einki navn varð valt millum øll uppskotini, so var støðan øðrvísi í búmerkjakappingini. Millum øll tey snøggu uppskotini til nýggja búmerkið var tað eitt, sum beinanvegin skaraði framúr. Í sínum rámandi einfeldni var búmerkið nútímans, meðan klassiska litsamansetingin gav tí ein tignardám.
– Strikan uppi yvir O'num hellir ikki, men er vatnrøtt. Hetta brýtur ortografisku reglurnar, men letur samstundis upp fyri nýggjum tulkingum. Meðan ein strika á skák umboðar spenning, umboðar ein vatnrøtt strika javnvág, neyvleika og tryggleika, og sostatt endurspeglar búmerkið sera væl virksemið í bygninginum, har ið millum annað Norðoya Sparikassi og vit í LÍV fara at halda til í næstum, vísir Angela á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2025
Pisurnar á Glasi høvdu pisufund í plantasjuni í Havn hóskvøldið
Hetta er vikan har næmingarnir á miðnámsskúlunum í Føroyum hava fingið síni prógv, og pisufundir hava verið hildnir bæði í Suðri, á Gøtusandi og í Plantasjuni í Havn.
Her eru nakrar myndir, sum Gylvi Fritsson tók á pisufundinum í Havn hósdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Talan var um 18 maskinistar, seks maskinmeistarar, fimm skiparar, og fimm skipsførarar
Mikudagin var samkoma á Vinnuháskúlanum í sambandi við, at 34 lesandi fingu prógv.
Talan var um 18 maskinistar, seks maskinmeistarar, fimm skiparar, og fimm skipsførarar, skrivar Vinnuháskúlin
Maskinmeistarar: Dánjal Pauli Joensen, Eyðtór á Dalbø, Jógvan Hendrik Joensen, Jógvan Rasmus Falkvard Simonsen, Kristin Andrias Poulsen og Rógvi Skála
Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Eyðtór á Dalbø, grindaknív frá SEV og Jógvan Hendrik Joensen, mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Skiparar: Einar Toftegaard Eyvindsson, Fróði Højsted, Niels Pauli Dahl Hansen, Torkil Højsted og Tóki í Gil (vantar á myndini)
Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Niels Pauli Dahl Hansen, klokkusett frá Faroe Agency og Einar Toftegaard Eyvindsson, kikara frá Navigare
Skipsførarar: Janus Kristiansson, Mortan Rasmussen (vantar á myndini), Sigmundur Ellingsgaard, Tóki Randrup og Tóri Nielsen
Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Janus Kristiansson, lummaur frá Skansi Offshore og Sigmundur Ellingsgaard, gullur frá Mærsk
Hægsta miðal próvtal skipsførarar: Janus Kristiansson, sekstant frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Heilsustýrið staðfestir við nýggjari uppgerð, at alt færri børn og ung verða koppsett fyri HPV
Heilsustýrið hevur gjørt upp tøl fyri, hvussu nógv børn millum 12 og 16 ár í Føroyum eru liðugt koppsett fyri HPV, og yvirskipaða gongdin er, at eitt greitt fall sæst í undirtøkuni fyri koppsetingini.
Verður hugt at muninum millum tey, sum vórðu fødd í 2008 og í 2011, sæst eitt sera stórt fall, sum bæði hjá gentum og dreingjum fer niður um eina helvt. Minkandi undirtøkan sæst hjá bæði gentum og dreingjum og sæst í flestu økjum í landinum, har fallið liggur millum 14 og 38 prosentstig. Bert í einum føri er undirtøkan vaksin hetta tíðarskeiðið, og tað er fyri dreingir í Suðuroynni, meðan undirtøkan fyri gentur stendur at kalla í stað í Vágum.
Tølini vísa eisini, at í miðal fyri alt tíðarskeiðið og fyri bæði kyn samlað er undirtøkan fyri koppsetingini misjøvn í ymsu økjunum í landinum. Minsta undirtøkan er í Norðoyggjum og í Sandoynni, meðan besta undirtøkan sæst í Suðuroynni og í Streymoynni (høvuðsstaðarøkið ikki íroknað).
Eigur at verða raðfest
HPV-koppsetingin er eitt ókeypis tilboð til øll millum 12 og 17 ár. HPV er eitt virus, sum smittar við kynsligari samveru og kann elva til fleiri ymisk sløg av krabbameini, eitt nú lívmóðurhálskrabba, krabba í svølginum, í baktarminum og í penis. Koppsetingin verjir móti meginpartinum av HPV-elvdum krabbameini, og umleið 90 prosent móti lívmóðurhálskrabba, skrivar Heilsustýrið.
Sambært stýrinum eru nýggju tølini eitt greitt tekin um, at arbeiðið viðvíkjandi HPV og koppseting eigur at verða raðfest. Eitt nú er umráðandi at fáa boðskapin út um, at tilmælt verður, at dreingir eisini fáa koppsetingina, tí tað eru ikki bert gentur, sum fáa krabbamein orsakað av HPV.
Nýggju tølini vísa nevniliga ein stóran mun millum kynini. Góð 80 prosent av teimum 16 ára gomlu gentunum í Føroyum eru liðugt koppsettar fyri HPV, meðan gott helvtin av 16 ára gomlu dreingjunum eru tað.
Hjá teimum 13 ára gomlu liggja tølini á ávikavist 42 prosent fyri gentur og 25 prosent fyri dreingir. Hugsandi er, at munurin partvís kemst av, at føroyskar gentur hava fingið tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV í góð 16 ár, meðan tilboðið ikki varð sett í verk fyri dreingir fyrr enn í 2019, sigur Heilsustýrið.
Heilsustýrið arbeiðir við eini talgildari áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning, tá barnið eigur at verða koppsett sambært tilmælunum. Áminningarskipanin fevnir eisini um HPV-koppsetingina, og málið er, at skipanin fer at økja um talið á teimum, ið fáa tilmældu koppsetingarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Arbeiðið byrjar í august, og stendur bygningurin eftir ætlan klárur í 2027
Í vikuni varð arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja gamla starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi undirskrivaður.
Sáttmáli er gjørdur við Kanjon, sum fer undir arbeiðið í august. Ætlanin er, at bygningurin stendur klárur í 2027.
Fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur hildið til í bygninginum til fyrr í ár, tá fyrisitingin flutti í gomlu læknahúsini.
Bygningurin, sum er frá fyrst í 1960unum og stendur beint norðan fyri sjúkrahúsið, verður høvuðsumvældur og umbygdur. Bygningurin skal brúkast til ymiskar sjúkrahúsfunktiónir, m.a. verkstað, stuðulstænastur, íbúðir til sjúklingar og avvarðandi, sum koma til endurvenjing, íbúðir og kømur til heilsustarvsfólk, sum eru á vakt og í tíðaravmarkaðum størvum. Harumframt fær Sjúkraflutningstænastan skrivstovu, hvílirúm, kaffistovu og móttøku í bygninginum, skrivar Heilsumálaráðið.
(Mynd: Google)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Mánadagin 23. juni vardi Elisabeth Skarðhamar Olsen ph.d.-ritgerð sína í Human Geography á Lancaster Environment Centre í Lancaster University í Onglandi
Verjan gekk væl og varð staðin, treytað av, at nakrar rættingar verða gjørdar í ritgerðini. Hetta er vanlig mannagongd í Onglandi.
Ph.d. ritgerðin kannar og viðger staðbundna matbúskapin í Føroyum og í vesturafrikanska oyggjasamfelagnum São Tomé e Príncipe.
Heitið á ritgerðini er “Forking Sustainability Pathways? Engaged research on local food practices in the Faroe Islands and São Tomé e Príncipe”. Tvær greinar frá ph.d. ritgerðini eru útgivnar.
Í granskingartilgongdini hevur Elisabeth samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe, sum fáast við staðbundna matframleiðslu, burðardygd og matsjálvbjargni.
Í Føroyum samstarvaði hon við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen úr Slow Food Føroyar og Matkovanum, umframt Selmu Dahl Erol, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Umframt at gera samrøður við matframleiðarar kring landið hava tær skipað fyri ráðstevnu, verkstovum og øðrum tiltøkum um matsjálvbjargni, regenerativan landbúnað, fræ vistfrøði og annað.
Í São Tomé e Príncipe samstarvaði Elisabeth við felagsskapin FENAPA, sum umboðar smá-bøndur í landinum (FENAPA er stytting fyri Federação Nacional dos Pequenos Agricultores de São Tomé e Príncipe).
Vegleiðararnir hjá Elisabeth vórðu Giovanni Bettini, ph.d. á Lancaster Environment Centre á Lancaster University og Rebecca Whittle, ph.d., umframt Ragnheiður Bogadóttir, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini vórðu Marisa Wilson, ph.d. á School of Geosciences á Edinburgh University (uttanhýsis) og Christina Hicks, Professari á Lancaster Environment Centre á Lancaster University (innanhýsis).
Elisabeth hevur síðan august 2024 verið í starvi sum námslektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d. verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Visit Faroe Islands hevur ment eina nýggja føroyska heimasíðu, sum er ætlað øllum teimum, ið vilja leita sær íblástur til at ferðast í egnum landi
Visit Faroe Islands hevur ment eina nýggja føroyska heimasíðu, sum er ætlað øllum føroyingum, ið vilja leita sær íblástur til at ferðast í egnum landi.
Vøksturin í ferðavinnuni hevur havt við sær, at ein ørgrynna av nýggjum tilboðum, túrum og upplivingum eru ment kring alt landið. Allir hesir møguleikar eru savnaðir á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands, men higartil hevur størsti parturin av kunningini verið á enskum og vent sær móti útlendskum ferðafólkum, sum ikki kenna landið.
Nú hevur Visit Faroe Islands ment eina tilsvarandi síðu til føroyingar; ein síða sum gevur yvirlit yvir allar møguleikarnar og íblástur til at ferðast og uppliva Føroyar á øðrvísi hátt. Eisini er whatson-pallurin og harvið øll tiltøkini kring landið ein partur av síðuni, umframt at síðan inniheldur kunning um ferðavinnuna, íverksetan, amboðskassar v.m., skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.
– Innlendis ferðavinnan hevur stóran týdning, og tað eru føroyingar, ið gera tað møguligt hjá nógvum ferðavinnufyritøkunum at virka. Føroyingar brúka stóran part av tilboðum alt árið og eru týdningarmestu ambassadørar okkara. Tað hevur týdning at røkja hendan avgerandi málbólkin og varpa ljós á allar møguleikarnar sum eru kring landið, á føroyskum og á ein hátt sum er skræddaraseymaður okkum, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.
Visit Faroe Islands hevur í nógv ár víst á møguleikarnar fyri at ferðast í egnum landi á sosialu miðlunum og við lýsingum á tíðindapallum. Tað arbeiði heldur fram, og møguleikarnir eru vorðnir munandi betri við nýggju heimasíðuni, skrivar Visit Faroe Islands.
Tey, sum hava ætlanir um at ferðast í egnum landi í summar kunnu fara inná www.visitfaroeislands.fo og leita sær íblástur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Undanfarna fríggjadag vardi Niclas Højgaard Eysturoy, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sína ph.d.-ritgerð um føroyska knækanningarbólkin, sum hann hevur arbeitt við í fleiri ár
Í verkætlanini hevur Niclas Højgaard Eysturoy kannað títtleika, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum. Eisini verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.
Hann hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet.
Ritgerðin kallast "The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia".
Kristoffer Barfod, professari á Københavns Universitet og serlækni í ortopedi á Bispebjerg Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Lars Blønd, yvirlækni á Aleris Hospital Søborg, og Hans-Christen Husum, granskari á Aalborg Universitetshospital, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru:
Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d.-verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2025
Anneke Højrup hevur avloyst í læknaviðtaluni á Strondum hvørt einasta ár í 40 ár
Í farnu viku var borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, á vitjan í læknaviðtaluni á Strondum fyri at handa eitt blómutyssi til virkandi læknan har.
Sjóvar kommuna skrivar, at 15. juni 1985 byrjaði Anneke Højrup sum kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni á Strondum, sum tá deildi staðseting við læknaviðtaluna á Skála. Hon avloysti táverandi læknan, Sigvald Kristiansen, sála, sum fór í summarfrí.
Síðani 1985 hevur Anneke virkað sum kommunulæknaavloysari í viðtaluni á Strondum í styttri og longri tíðarskeið hvørt einasta árið í samfull 40 ár.
Í hesum sambandi støkk borgarstjórin inn á gólvið í læknaviðtaluna og handaði Anneke eitt blómutyssi, fyri hennara trúgvu tænastu í læknaviðtaluni í Sjóvar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2025
Kinesiska GACC hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá eftirlitsvitjan í september
Matvørumyndugleikin í Kina, GACC, hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, at hann kemur á eftirlitsvitjan í Føroyum í døgunum 7. til 13. september 2025.
Umboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, saman við umboðum frá Uttanríkistænastuni, hava verið á fundi við GACC og framsett ynski um at útflyta fiskamjøl og lýsi umframt fleiri fiskasløg til matna úr Føroyum til Kina, og í vár undirskrivaði landsstýriskvinnan so tvær protokollir, eina um veiddan fisk v.m og eina um fiskamjøl og lýsi.
Nú ynskir GACC at vitja bæði virkir, skip og frostgoymslur, og eisini er ynski um at vitja virkir og skip, sum framleiða fiskamjøl og lýsi, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
- At hann er størstur í longd og breidd er sín søk. Hann hevur 24 linjur og tað hevur eingin annar flaki, sigur Súni Jacobsen frá GroAqua
Í vikuni kom danski sleiparin NH Server, á Funningsfjørð við nýggja fóðurflakanum, Krosssteinur. Tað er GroAqua á Kambsdali, sum hevur bygt flakan í Polandi til Bakkafrost.
- Hetta er størsti fóðurflaki vit vita um, bæði í stødd og í linjum. Tí siga vit, at hann er heimsins størsti. Hann er 48,10 metrar langur og 13 metrar breiður og lastar 1.060 tons av alifóðri. Tað sigur Súni Jacobsen, tekniskur mennari og servicemaður hjá GroAqua.
- At hann er størstur í longd og breidd, og hevur dupultan skrokk, er sín søk. Hann hevur 24 linjur og tað hevur eingin annar flaki. Tað vil siga, at nú verður ein fóðurlinja til hvønn ring, tí tað eru 24 ringar á Funningsfirði. Tað kemur at gera fóðringina einfaldari og lættari at stýra. Upptøkutól eru í hvørjari silo og runt um allan flakan, eini 40 tilsamans, so fólk á landið altíð síggja hvussu støðan er í og rundan um flakan, sigur hann.
- Flakin hevur tríggjar ljósmotorar. Tveir eru 350 Kw hvør og ein er 160 Kw. Vit koma at nýta streym frá motorunum fyrstu tíðina, til SEV er liðugt við nýggjari streymsýning, sigur Súni.
- Vit eru bæði fegnir og stoltir av, at tað er GroAqua, sum hevur ment hesa fóðurskipan, sum telist millum heimsins bestu. Vit stýra byggingini og gera ein stóran part av útgerðini. Tað útgerð við keypa frá øðrum, siga vit teimum hvussu vit ynskja hana gjørda, sigur hann.
- Er hetta ein flaki ella eitt skip?
- Hóast hesin hevur spíska gron, er hetta ein flaki og ikki eitt skip. Skipasýnið skal kortini góðkenna flakan, og eftir tað verður hann lagdur út í munnan á Funningsfirði, við gronini norðureftir. Síðani verða ringarnir sleipaðir út til flakan, sum síðani kemur at fóðra laksin, sigur Súni.
- Hesin líkist øðrum flakum vit hava gjørt, men er størri. Harafturat hevur hann ein krana uppi á yvirdekkinum, sum aðrir flakar ikki hava. Fóðringin verður stýrd frá landi, so her verða sjáldan fólk umborð. Flakin hevur lítlan køk, borð og vesi, sum alarar kunnu nýta, sigur Súni Jacobsen.
Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Greiningar vísa, at talan er um kopepodin Temora longicornis
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanar um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Tey hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at talan er um kopepodin Temora longicornis.
Temora er ein miðalstórur kopepodur, sum er vanligur á Landgrunninum um summarið. Hon verður etin av millum annað fiskalarvum og øðrum smáfiski, men hvønn týdning hon hevur í føðiketuni á Landgrunninum, vita tey ikki heilt.
Temora longicornis. (Mynd: Durita Sørensen)
Í løtuni er nógvur gróður, og hitin í sjónum er óvanliga høgur. Hesi viðurskifti kunnu hava ávirkan á vøkstur og útbreiðslu av Temora, men nærri kanningar skulu til fyri at skilja orsøkirnar til tær stóru nøgdirnar, vit síggja í løtuni, skrivar Havstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Nøgdin var minni í ár í mun til 2023 og væl minni enn eitt miðalár
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79 sentimetrar langur og vigaði 6 kilo. Hann varð fingin eystan fyri Munkagrunnin.
Eins og undanfarin ár var meginparturin av svartkalvanum, sum varð fingin á svartkalvatúrinum, óbúgvin rognafiskur og nakað var óbúgvin siljafiskur. Støddin var eisini sum vant, meginparturin millum 45 og 60 sentimetrar. Tó var nøgdin minni í ár í mun til í 2023, og væl minni enn eitt miðalár. Ongin svartkalvatúrur var í 2024 vegna verkfall.
Fyrsti regluligi svartkalvatúrur var í 1995. Endamálið er at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Svartkalvin undir Føroyum er partur av einum størri stovni, sum eisini heldur til undir Íslandi og Eysturgrønlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Jupiter hevur nú fingið heimstað í Klaksvík
Tað var tíðliga í mai, at Kappingareftirlitið fekk eina umsókn inn, har felagið Hvalnes í Klaksvík ynskti at keypa uppsjóvarskipið Jupiter við kvotum.
26. juni hevur skipið fingið heimstað í Klaksvík, og eigarin er Pf. Hvalnes, sum eisini eigur garnabátin Gudrun, og uppsjóvarskipið Norðborg.
Hvat Jupiter er seldur fyri vita vit ikki, men skipið er selt við kvotum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Jógvan Philbrow er settur í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka
Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi 23. mai at seta Jógvan Philbrow í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum á Oyrarbakka.
Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðani sum formaður í Føroya Pedagogfelag í 9 ár. Seinasta árið hevur Jógvan starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.
Jógvan byrjar í starvinum 1. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Hon avloysir Saritu Eriksen, sum hevur verið í starvinum í mong ár. Rakul hevur júst lokið prógv sum master í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya
Vestmanna bygdarráð hevur sett Rakul í Gerðinum í starv sum kvøldskúlaleiðari.
Sarita Eriksen, sum í mong ár hevur verið kvøldskúlaleiðari, hevur valt at takka fyri seg, og tí er tað at fegnast um, at ein onnur dugnaliga kvinna úr Vestmanna tekur við.
Rakul er 44 ára gomul og búsitandi í bygdini. Hon hevur júst lokið prógv sum master í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Rakul er upprunaliga útbúgvin heilsurøktari, og var forkvinna í Heilsurøktarafelagnum frá 2016 til 2022.
Hon hevur tí hollar leiðsluroyndir, samstundis sum hon kennir væl kvøldskúlaskipanina í bygdini, har hon hevur undirvíst í føroyskum, yoga og vøggusangi.
Rakul tekur við starvinum 1. juli og gleðir seg at fara til verka.
- Eg veit, at tað eru nøkur kvøldskúlaskeið, sum eru serliga væl umtókt, og tey vóni eg kunnu halda fram leingi aftrat, men eg kundi eisini hugsað mær, at fingið nøkur heilt nýggj og øðrvísi skeið á skrá komandi vetur, sum ikki eru roynd fyrr, sigur Rakul í Gerðinum, nýggjur kvøldskúlaleiðari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025
Durita Rask Olsen tekur við starvinum 1. september
Landsapotekarin hevur sett Duritu Rask Olsen í starv sum apotekari á Suðuroyar Apoteki.
Durita er útbúgvin farmaseutur frá Det Farmaceutiske Fakultet á universitetinum í Keypmannahavn í 2007. Í 2023 tók hon akademiútbúgving í projektleiðslu.
Eftir lokna útbúgving hevur hon starvast í fimm ár á Kastrup og Dragør Apotek har hon hevur fingið drúgvar royndir við avgreiðslu av viðskiftafólkum.
Hon hevur eisini royndir við framleiðslu- og góðskuarbeiði sum akademikari á Statens Serum Institut .
Síðan 2013 hevur hon starvast á framleiðsluapotekinum sum farmaseutur í góðskudeildini, har hon hevur havt nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan góðskuarbeiði.
Durita tekur við starvinum 1. septembur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Goymsla.fo á Hjalla er ein sjálvvirkandi tænasta, sum letur upp 14. juli
Goymsla.fo eitur ein nýggj tænasta, har bæði vinnulív og privat kunnu leiga eitt goymslurúm, har trygd og góð atkoma eru í hásæti. Sama um tú skalt goyma møblar, meðan húsini verða málað, ella ovastaloftið er blivið ov lítið til øll tingini, so hevur Goymsla.fo pláss.
Talan er um eina sjálvvirkna tænastu har tingini liggja fjálgt og væl vard við framkomnari trygdarskipan.
Á Goymsla.fo leigar tú eitt goymslurúm, sum bara tú hevur atgongd til. Tú fært ein talgildan lykil, og við honum hevur tú atgongd til rúmið hvønn dag frá kl. 6.30 til 22. Goymslurnar eru staðsettar uppi á Hjalla 12B, Hoyvík.
- Vit ásanna, at bústaðarmynstrið í dag er broytt. Fleiri búgva í smærri íbúðum, og ikki øll hava stór hús. Fyri tey er tað eitt gott høvi at goyma eitt nú súkkluna um veturin hjá Goymsla.fo – so rustar hon ikki. Eisini tá fólk umvæla eitt rúm, er neyðugt at seta møblar o.a. eitt annað stað, og aftur har er Goymsla.fo ein góð loysn, sigur Peter Mouritsen, stjóri á Goymsla.fo.
Vinnulívið hevur eisini ofta tørv á goymsluplássi. Tað kann til dømis vera handverkarar, sum ikki hava egnan verkstað, og mugu hava eitt stað at goyma amboðini. Eisini, um fleiri starvsfólk skulu hava atgongd, ber til at leiga eitt goymslurúm, sum øll í fyritøkuni kunnu brúka.
- Tú kanst eisini trygt goyma týdningarmikil skjøl, so sum ringbind, roknskapir og annað hjá okkum. Skipanin er brunatrygg, og her eru varnarar, sum boða frá, um rørsla er í rúminum. Umframt hetta, eru vakmyndatól og onnur trygdartól. Trygdin er altíð í hásæti, sigur Peter Mouritsen.
Goymsla.fo letur upp mánadagin 14. juli, og longu nú kanst tú fara inn á goymsla.fo og bíleggja eitt goymslurúm.
Sambært heimasíðuni liggur kostnaðurin frá 499 krónum um mánaðin fyri minsta ‘putlirúmið’ – tveir fermetrar – upp upp í 2.250 krónur um mánaðin fyri eitt 15 fermetra stórt goymslurúm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Tjóðsavnið lýsir eftir arbeiðstakarum at søkja undangóðkenning til Koltursætlanina
Nú nærkast til at Tjóðsavnið kann fara undir at forvitnisligu ætlan sína í Koltri. Talan er um spennandi verkætlan, ið hevur til endamáls at skapa karmar til gransking, varðveiting og miðlan av náttúru- og mentanararvinum í oynni.
Tjóðsavnið lýsir nú eftir arbeiðstakarum at søkja undangóðkenning at bjóða upp á arbeiðið.
Byggiverkætlanin er grundað á siðbundið føroyskt handverk. Arbeiðstakarin fær ein óvanligan møguleika at vera við í eini víðarimenning av siðbundnum handverki, við burðardygd í hásæti, í einum heilt serligum umhvørvi úti í Koltri, skrivar Tjóðsavnið.
Um Koltursætlanina
Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at miðla mentanar- og náttúruarvin í oynni. Í syðra parti av oynni skal søga og mentanararvur granskast og miðlast, meðan í norðara parti verður náttúran eygleidd, granskað og miðlað.
Teir karmar, ið nú verða gjørdir, skulu betra um umstøðurnar hjá starvsfólkum, granskarum og vitjandi at húsast í oynni. Embætishúsini verða endurnýggjað til fyristøðufólkini at búleikast í, ein lon verður endurbygd, ið skal hýsa kafé, bátasmiðju og framsýningum, og tveir størri nýbygningar skulu byggjast uttan fyri bøgarðarnar. Har skal m.a. verða felt- og granskingarstøð, garasja og umstøður til setursskúlar, skeið og smærri ráðstevnur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Tað verður so mikið ringt veður, at tað ikki verður mett forsvarligt at savna 4.500 fólk í Vágsbotni í dag
Veðurforsagnirnar fyri dagin í dag hava ikki verið góðar. Boðað varð frá ógvusligum veðri – so ógvusligum, at tað ikki varð mett forsvarligt at savna 4.500 fólk sum ætlað í Vágsbotni í kvøld.
Tí avgjørdu fyrireikararnir longu mikukvøldið saman við avvarandi myndugleikum, at flyta stóra konsertdagin niðan í stórhøllina við Tjarnir.
Hetta er sjálvandi harmiligt, tí umstøðurnar í Vágsbotni eru ein stórur og týdningarmikil partur av OY Voxbotnhugnanum. Men um veðrið verður sum lovað er, so er ikki møguligt at seta upp stórar pallar – vindurin er ov nógvur, og pallarnir tola ikki slíkan vind, siga fyriskipararnir.
Vantað varð, at vindurin leygarkvøldið kann koma upp á 17 metrar um sekundið, og hvirlurnar kunnu raka upp í meira enn 20 metrar um sekundið. Pallarnir eru góðkendir til 17 metrar um sekundið, og tí kann ein hvirla oman fyri hesa vindferð gera støðuna vandamikla og hættisliga fyri fólk, bæði á og kring pallin. Ættin er eisini óheppin, tí vindurin rakar beint inn á pallin.
Fyriskipararnir bíðaðu so leingi sum gjørligt, við vón um at veðurvánirnar broyttust. Neyðugt var at taka avgerðina í seinasta lagið mikukvøldið, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa konsertøkið. Nógv skal fyrireikast: ljóð, ljós, vaktir, sølubúðir, vesi-viðurskifti og mangt annað.
Eisini verður staðfest, at tónleikaupplivingin hjá teimum mongu, ið hava keypt atgongumerki, ikki hevði verið nøktandi, um veðrið verður so vánaligt, sum fráboðað.
Trygdin hevur hægstu raðfesting
Lukkutíð hava vit nú eina stórsligna høll, sum kann rúma einum slíkum tiltaki.
Fyriskipararnir hava verið í sambandi við allar tónleikararnar, og øll hava váttað, at tey verða við og spæla í stórhøllini við Tjarnir.
- Hetta hevur við sær nakrar avbjóðingar, men tað er tann tryggasta loysnin at flyta tiltakið innandura. Í stórhøllini við Tjarnir hava vit eina høll í heimsflokki, og har kunnu vit tryggja bæði góðsku og trygd fyri øll vitjandi.
- Vit harmast um støðuna, men við atliti til trygd og upplivingargóðsku, so er hetta rætta avgerðin, siga fyriskipararnir.
Hóast tiltakið verður flutt inn, so er fráboðaða skráin til tiltakið óbroytt. Einasti munur er staðsetingin.
Skráin fyri Voxbotn við Tjarnir er hendan:
Kl. 15: Sámal Ravnsfjall
Kl. 16: DJ Kingz
Kl. 16.45: Reiley
Kl. 17.30: All Stars & SMS Vox
Kl. 19: The Minds of 99
Kl. 20.30: RSP
Kl. 21.30: Týr
Kl. 22.30: Byrta
Kl. 23.30: Suspekt
Kl. 00.30: All Stars
Kl. 02.00: Goodboys
Ætlaða barnatiltakið í tilknýti til Voxbotn er flott til Høllina á Hálsi millum klokkan 11 og 14.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur letur hann nú stavin víðari til nýggjan dirigent
Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent. Við Bernharði á odda hevur symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og symfoniorkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi.
Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein snúningsdepil í menningini hjá orkestrinum; og hann hevur m.a. lagt lunnar undir bæði familju- og jólakonsertinar og barnakonsertirnar. Hann hevur stjórnað óteljandi konsertum – alt frá stóru nýggjárskonsertunum til rokk- og poppkonsertir.
Undir hansara leiðslu hevur Føroya Symfoniorkestur eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld.
- Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan – men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat, sigur Bernharður Wilkinson.
Bernharður hevur eisini verið virkin sum kórleiðari og tónleikalærari í føroysku musikkskúlaskipanini, og hesum heldur hann fram við.
Catherine Larsen-Maguire
Catherine tekur við
Symfoniorkestrið hevur gjørt fýra ára avtalu við ensku Catherine Larsen-Maguire. Catherine er upprunaliga útbúgvin fagotspælari og spældi solofagot í Komische Oper í Berlin áðrenn hon fór dirigentleiðina.
Eftir nýggjárskonsertina komandi letur Bernhardur Wilkinson dirigentstavin víðari til Catherine Larsen-Mcguire. Sostatt verður fyrsta framførslan hjá Catherine stóra konsertin saman við Kim Hansen og bólki í februar.
- Vit eru øll takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið, sigur stjórin, Hans Petur í Brekkunum.
Herundir nakrar myndir av Benni úr goymsluni
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Saman við Gunnar Thomsen og Týr (Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
11. oktober fer Kári P at hava konsert saman við grønlendska Rasmus Lyberth
Leygarkvøldið 11. oktober verður Dansifrøi karmur um eina heilt serliga konsert.
Úr Grønlandi kemur Rasmus Lyberth, og ein konsert við honum er bæði fín, fólkalig, festlig og følsom.
Á konsertini fer Rasmus at framføra eina røð av sangum, frá sínu longu karieru sum artistur. Sjálvt um hann syngur á grønlendskum, kann fjøldin føla seg inn í hansara sangunivers.
Úr Føroyum kemur Kári P, og um hann er næstan ikki neyðugt at siga nakað, tí hvørt mannsbarn kennir hansara serliga vælskrivaðu og framførdu sangir, har pláturnar Vælferðarvísur og Hinumegin ringvegin eru vornar verulig fólkaogn. Við Kára á pallinum verða Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen.
Talan verður um eina sitikonsert, og tí er avmarkað nøgd av atgongumerkjum til sølu. Tey fáast á atgongumerki.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Áttanda árið á rað kunnger Nordic Music Biz Top 20 undir 30 vinnarar. Hátíðarhaldið, har heiðurslønirnar verða latnar, verður hildið á by:Larm Festivalinum í Oslo 11. september. Triðja árið á rað er ein føroyingur umboðaður millum vinnararnar – hesa ferð er tað Dania O. Tausen
Á ársins Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakinum avdúkar norðurlendski tónleikaídnaðurin 20 ung talent undir 30, sum eru við til at bera norðurlendska tónleikaídnaðin fram á leið. Nordic Music Biz 20 Under 30 átakið er íverksett av NOMEX (Nordic Music Export).
Hetta áttanda árið hevur Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakið valt at undirstrika fjølbroytnið í ymiskum tónleikageirum og -sjangrum innan tónleikaídnaðin, sum spegla ríka og fjølbroytna tónleikapallin í norðurlondum.
Handan leiktjøldini spæla hesi ungu profesionellu fólkini ein týdningarmiklan leiklut í at fremja norðurlendskan tónleik og styrkja altjóða árinið, sum norðurlendski tónleikurin hevur, við at koma við nýggjum sjónarmiðum og nýhugsandi íkøstum til tónleikaídnaðin, sum mennir seg alla tíðina.
Hvørt ár velur ein nevnd 20 einstaklingar undir 30 ár, sum verða sæddir sum møguligir framtíðar leiðarar innan ídnaðin. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by:Larm Festivalinum – eitt sera týdningarmikið hátíðarhald fyri norðurlendska tónleikaídnaðin, sum verður hildið í Oslo í Noregi. Festivalurin í ár verður 11. september.
Ársins vinnarar í Nordic Music Biz Top 20 Under 30 í 2025 eru valdir við støði í ymiskum metingum, ið fevna um: vøkstur í virksemi teirra, kós og ferð á tónleikalívsleið teirra, viðurkenningina í ídnaðinum, ávirkan á tónleikaídnaðin seinastu tíðina, listarligu menning og nýhugsan teirra, konsertinntøkur, sølu, stroymingardátur, herferðir og eksponering gjøgnum útvarp og sjónvarp.
Føroyska Dania O. Tausen er at finna millum ársins vinnarar.
Í grundgevingini orðar nevndin seg soleiðis um Daniu:
Dania O. Tausen er ein framúrskarandi framtaksmegi í føroyska tónleikaumhvørvinum – serliga handan leiktjøldini. Síðani hon gjørdist partur av óhefta plátufelagnum Tutl í 2019, hevur hon fingið ein lyklaleiklut í virkseminum hjá felagnum. Hon byrjaði sum hjálparfólk, men vísti skjótt serligar gávur innan fyrisitingarligt og samskipandi arbeiði. Tí er Dania nú vorðin ein ómissandi partur av fyritøkuni.
Ábyrgd hennara fevnir um at svara fyrispurningum frá tónlistafólkum, at skriva sáttmálar, at hava eftirlit við framleiðsluni av fysiskum tónleikaútgávum og at umsita ta vikuligu talgildu útbreiðsluna av øllum útgávunum hjá Tutl. Eitt arbeiði, ið er alneyðugt fyri, at felagið skal røkka so langt út í heim sum gjørligt. Umframt hetta arbeiðir hon eisini við marknaðarførslu og útgávutiltøkum, og er vorðin in-house grafiskur sniðgevi. Hennara neyva arbeiðslag, effektivitetur og brennandi áhugi gera hana ómissandi bæði fyri felagið og fyri føroyska tónleikaumhvørvið sum heild.
Dania umboðar eisini Tutl og føroysk tónlistafólk í útheiminum, og hevur luttikið á tiltøkum sum Tallinn Music Week, Eurosonic, The Great Escape, Reykjavík Airwaves, Arctic Sounds og øðrum, har hon hevur verið við til at knýta sambond millum føroyska tónleikapallin og altjóða tónleikavinnuna.
Harumframt er hon eisini persónliga ein hollur og eldhugaður stuðul hjá live tónleikapallinum í Føroyum. Í heimbygd síni, Toftir, tók hon stig til nýggja spælistaðið Blómuhúsið, tí hon skilti týdningin av at stuðla livandi tónleiki í einum lítlum samfelag. Frá 2020 til 2023 sat hon eisini í nevndini í Havnar Jazzfelag, har hon var við til at menna føroyska jazzumhvørvið, og var við til at samskipa, finna og gera avtalur um tónleik til jazzfestivalin Vetrarjazz.
Umframt sítt vinnuliga virksemi er Dania eitt djarvt og høgt virðismett tvørlistarligt listafólk. Sum yrkjari, sangskrivari og framleiðari er hon kend fyri at viðgera evni sum trúgv, iva, samleika og mál, altíð framført við falsloysi og í einum skemtingarsomum anda. Hennara fyrsta yrkingasavn og heimildarfilmur SKÁL setti kjak í gongd í Føroyum, og hennara heildarútgávur gonguteigatúnatos (2021) og ja/nei – og restin av vikuni (2023) hava fingið góð ummæli; tann seinna vann heiðurin Ársins Heildarútgáva á FMA. Dania framførir bæði einsamøll, við a’capella jazztrio’ini SWAY og við hip hop-bólkinum Aggrasoppar, har hon bjóðar áhoyrarum list á høgum støði, við sera viðkomandi innihaldi orðað á einum ríkum máli, ið speglar nútíðarinnar føroyska samleika í øllum sínum samansetta fjølbroytni.
Við sínum sjáldsama samanspæli av fyrisitingarligari styrki, skapandi visjón og samfelagsligum ágrýtni er Dania O. Tausen ein veruligur leiðari á veg fram innan norðurlendskan tónleik.
Í fjør var føroyski vinnarin Fríði Djurhuus, og árið fyri var føroyski vinnarin Marianna Winther Nagata. Allur top 20 listin fyri 2025 sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Lea Kampmann, FRUM, Ragnar Finnson og Tamara Mneney spæla á Iceland Airwaves í november
Fyri stuttum upplivdu vit tað ótrúliga, at heili átta føroysk tónlistanøvn fóru til Onglands at spæla heilar 21 konsertir yvir fýra dagar í Brighton og í London. Ein røð av fólkum úr føroyska tónleikaumhvørvinum vóru við á ferðini í mai, og tey vóru øll vitni til, hvussu sera væl øll tey føroysku tónlistafólkini og -bólkarnir kláraðu seg í mun til onnur, og máttu sanna, at framførslurnar hjá føroyingunum vóru einki minni enn framúrskarandi.
Hóast talið av konsertunum í Onglandi var stórt og imponerandi, so er tað kortini til heystar, at altjóða virksemið hjá føroyska tónleikaumhvørvinum verður størst.
Tá fara Lea Kampmann, FRUM, Ragnar Finnson og Tamara Mneney fara at spæla á Iceland Airwaves í november.
Fyrireikararnir av festivalinum hava í ár valt heili fýra tónlistafólk, sum hava tað til felags, at tey ongantíð áður hava luttikið á festivalinum, sigur Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX).
Iceland Airwaves dregur á hvørjum ári til sín ein stóran hóp av vanligum áhoyrarum, umframt eina rúgvu av fólkum úr altjóða tónleikavinnuni og fjølmiðlum úr stórum pørtum av heiminum. Festivalurin hevur eisini fleiri ferðir havt avgerandi týdning fyri stór tónlistafólk í byrjanini av teirra tónleikaligu yrkisleið.
Í ár, eins og undanfarnu árini, fara føroysku tónlistafólkini at spæla minst tvær almennar konsertir hvør á festivalinum, har tann eina verður fríggjakvøldið í sera kenda spælistaðnum Iðnó mitt í býnum. Tað kvøldið verður eitt serstakt tiltak, har einans føroysk tónlistafólk standa á pallinum. Føroysku tónlistafólkini fáa harumframt eina konsert hvør aftrat, og báðar konsertirnar verða partur av skránni hjá festivalinum.
Seinastu árini hava Føroyar sett sín dám á festivalin, og hetta hevur vakt ans bæði hjá vanliga áhoyraraskaranum og hjá stórum fjølmiðlum so sum Rolling Stone Magazine til dømis.
Iceland Airwaves verður í ár í Reykjavík frá 6. til 8. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Kendi countrysangarin úr Vestmanna framførir á Summar Festivalinum í august
Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.
Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.
Á ársins Summar Festivali fara Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen at hava framførslu á Torginum, og teir spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis "Við vegin", "Me And Bobby McGee", "Detroit City", "Her glaður eg ferðist" og aðrar, skriva fyriskiparar av Summar Festivalinum í tíðindaskrivi.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.
Laila & Malan
Eisini dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava konsert á ársins Summar Festivali. Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt nú lívligan rock og fangandi popp.
Á Summar Festivalinum fara tær at framføra sum duo, og aftrat sær hava tær væl spælandi tónleikarar. Tær spæla góðar og kendar sangir til stóru fjøldina, og hetta verður uppløgt høvi hjá fólki at syngja og liva við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Talan var um ein tveir metra langan hvítfisk, ið vigaði 90 kilo
Løgreglan í Bayern í Suðurtýsklandi hevur avlívað ein tveir metra langan feskvatnsfisk í einum vatni, tí fiskurin varð vorðin ein hóttan móti fólki, sum svumu í vatninum.
Talan er um ein hvítfisk ella karpufisk (á donskum malle), ið var vorðin heldur ágangandi móti fólki, møguliga tí at hann vildi verja ungar sínar.
Fiskurin hevur bitið minst fimm baðigestir, sum máttu viðgerast á lokalum sjúkrahúsi fyri bitsár.
Løgreglan valdi tí at taka tænastupistólin fram og skjóta stóra fiskin, sum vigaði 90 kilo.
Hetta hendi í vatninum Brombachsee, har norðuri í Bayern, fríggjadagin. Bromhachsee er eitt demmað vatn í Brombach ánni. Vatnið er eitt vældámt baðiøki um sumrarnar.
Tað er heilt óvanligt at hetta slagið av festvatnsfiski ger seg inn á menniskju. Men tá fleiri baðigestir vóru bitnir av hesum eina fiskinum, var avgerð tikin um at avlíva hann, skriva týskir miðlar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Umborð á rúmdarfarinum úr á altjóða rúmdarstøðini, eru eisini tríggir aðrir astronautar úr ávikavist USA, Polandi og Ungarn
Fyri fyrstu ferð síðan 1984 hevur India nú sent fólk út í rúmdina. Hósdagin varð indiski Shubhanshu Shukla sendur út í rúmdina saman við astronautum úr Polandi, Ungarn og USA.
Poland og Ungarn hava heldur ikki havt fólk í rúmdini í yvir 40 ár, og Shubhanshu Shukla er bert tann næsti indarin, sum verður sendur út í rúmdina, skrivar BBC.
Rúmdarfarið hjá privatu fyritøkuni Axiom Space hevur kós móti altjóða rúmdarstøðini (ISS). Ferðin er fyriskipað í samstarvi við amerikanska rúmdarstovninum Nasa, indiska Isro, evropeiska ESA, og amerikanska SpaceX.
Eftir ætlan skal Shukla luttaka í fyrstu mannaðu rúmdarferðini hjá India nakrantíð í 2027. Eisini hevur India ætlanir um at seta upp eina rúmdarstøð og senda astronautar til Mánan áðrenn 2040.
Frá vinstru: Shubhanshu Shukla (India), Tibor Kapu (Ungarn), Peggy Whitson (USA), og Slawosz Uznanski-Wisniewski (Pólland) (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Eisini arbeiðir ES við fleiri nýggjum revsitiltøkum, sum m.a. skulu raka russiska orkuøkið
Á ES-toppfundi í Brússel í vikuni samdust øll limalondini um at leingja revsitiltøkini móti Russlandi við einum hálvum ári.
Revsitiltøkini vórðu sett í gildi orsakað av krígnum í Ukraina, og hvørt hálva ár skulu londini semjast um at leingja revsitiltøkini.
Eisini arbeiðir ES við fleiri nýggjum revsitiltøkum í sonevnda 18. revsipakkanum, sum hevur til endamáls at raka russiskar peningastovnar, orkuøkið og hernaðarídnaðin, skrivar Ritzau.
Semja er tó ikki um hesi tiltøk, sum eisini skulu samtykjast av øllum 27 limalondunum.
Ungarn og Slovakia hava hótt við ikki at stuðla nýggju revsitiltøkunum, tí ES m.a. ætlar at banna innflutning av russiskum gassi aftan á 2027. Eisini er ætlanin at lækka prísloftið á olju úr Russlandi.
Ungarn og Slovakia halda, at hetta verður ov dýrt hjá teirra borgarum, um tey ikki sleppa at innflyta russiskt gass.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Tað verður eingin samanlegging av orkurisunum Shell og BP á hesum sinni
Millum leysasøgurnar á stóra ársfundinum hjá bretska orkuvinnufelagnum Offshore Energies UK í Aberdeen í hesum døgum er nógv umrødda samanleggingin av orkufeløgunum Shell og BP.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Shell hevði í umbúna at keypa upp BP og hevði tað fingið ein uppaftur størri leiklut í altjóða orkuverðini. Eftir at norsk bløð í vikuni umrøddu ráðstevnu, har stjórarnir í Shell og BP luttóku, varð komið eftir, at nú var tíðin komin til nógv umrøddu yvirtøkuna.
Men straks eftir hetta kom Shell út við tíðindaskrivi um, at einki varð í hesum tíðindum. Shell er ikki í ferð við at fara inn í samráðingar um at keypa hin stóra bretska orkurisan.
Stjórarnir í BP og Shell á ráðstevnu nú um dagarnar.
Bæði feløgini eru annars sera virkin í økinum eystan fyri Føroyar og hava bæði tvey í umbúnað at gera stórar nýggja íløgur í hesum partinum av bretska landgrunninum. Shell er farið inn í samstarv við norska Equinor, sum er í ferð við at byggja út stóru olju- og gassleiðina Rosebank tætt við føroyska markið. Vit fara helst at frætta nærri um hesa samanlegging av ognunum hjá báðum feløgum á bretska landgrunninum. Tað er greitt, at henda samanlegging kann koma at gagna framtíðar virksemi báðu megin markið millum Føroyar og Bretland.
Haraftrat er Shell í ferð við at byggja út Victory gasskelduna, sum eisini liggur millum Hetland og Føroyar. Shell hevur so eisini fingið tiilutað nógv leitiloyvi eystan fyri føroyska markið, har felagið sær møguleikar at finna nógv gass. BP hevur eisini stórar ætlanir vestan fyri Hetland, har tað í næstum fer at kunngera ætlanina at byggja út triðju oljuleiðina á risastóru Clair kelduni.
Bæði Shell og BP hava røtur aftur til oljuleitingina við Føroyar fyri umleið 20 árum síðani. Um hesi, sum eru so virkin eystan fyri markið, fara at vísa áhuga fyri Føroyarøkinum aftur má bara tíðin vísa. Í hvussu er er tað hent, at Jarðfeingi hesi seinastu árini við kanningum hevur ávís fleiri áhugaverd "leads" tvs. øki har møguleikar eru fyri at finna olju og gass.
Nevndarformaðurin í BP, Helge Lund hevur framvegis eitt bein innanfyri í Føroyum, hóast tað í løtuni ikki júst snýr seg um olju og gass. Hann er nevndarlimur í felagnum Tjaldur, har fyrrverandi starvsbróðurin Rúni M Hansen er nevndarformaður
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Føroyingar stríddust fyrimyndarliga væl í HM-hálvfinaluni, men seinasti hvassleikin vantaði í kvøld: Brenda brotskastið tá tíðin var farin varð avgerandi fyri, at Portugal fór í finaluna - og at Føroyar skulu spæla bronsudyst
Sosnowiec, Poland (Portalurin): Tað kundi so at siga ikki verið tættari í HM-hálvfinaluni.
Portugal var á odda við trimum málum í steðginum í vanligu leiktíðini, Føroyar fingu veruliga yvirtakið nakað inn í 2. hálvleik, men favorittarnir og U20-finalastirnar í fjør svaraðu aftur.
Seinastu minuttirnar vóru liðini stavn um stavn, og føroyska verjan - ið var frálík í serliga 2. hálvleiki - syrgdi fyri, at Portugal ikki avgjørdi dystin.
Fýra ferðir fimm minuttir eyka - dreymurin brast
Neyðugt var tískil við longdari leiktíð. Tað er í fyrstu syftu tvær ferðir fimm minuttir. Har vóru Føroyar nærum í sekkinum, men tvey góð mál seinastu 50 sekundini syrgdu fyri einari longdari leiktíð afturat.
Tað skuldi heilt upp til 80. minutt fyri at finna ein vinnari. Við 16. bjargingini hjá sær - einari ógvuligari flottari - helt Sasha Lacok lív í, í seinasta minutti. Tá var støðan 37-38.
Føroyar fóru í álop, stríddust eitt sindur fyri at finna loysnina, og síðani fekk toppskjúttin og dagsins maður, Óli Mittún, ein arm í høvdið. Hann fekk eitt stórt opið sár omanfyri eyga, og fekk beinanvegin viðgerð. Reytt kort, brotskast og tað skuldi Ísak Vedelsbøl taka.
Men føroyingar brendu, tá man bara ikki skuldi brenna. Ísak Vedelsbøl hevði brent einaferð áður í dystinum úr sjey metrum, og aftur var sterki málverjin Diogo "Rema" Marques fyri. Brotskastið var næstan mitt á frá føroyska liðformanninum, ið annars hevur spælt eitt frálíkt HM.
Tað hava føroyingar sum heild eisini. Teir hava gjørt nakað, sum einki føroyskt ítróttarlið hevur gjørt áður. Finaludreymurin brast uppá ein óndan hátt - tá føroyingar taka samanum mugu teir sanna, at hóast fleiri flottar støður, so vóru heldur nógvar óhvassar álopsstøður. Og Føroyar skuldu avgjørt dystin, tá man hevði stórt viðrák í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini.
Síðani stríddi man seg - aftur - fyrimyndarliga væl inn í dystin. Portugal skal tó í finaluna, meðan Føroyar fara eftir at enda so væl sum møguligt og við einari bronsu. Hetta verður veruleiki, um tað eydnast at vinna á Svøríki sunnudagin. Tann dysturin verður klokkan 16 føroyska tíð.
Sí fleiri myndir frá dystinum her
U21 HM-hálvfinalur
Fríggjadagin 27. juni
Føroyar - Portugal 37-38 eftir tvífaldari longdari leiktíð (29-29 eftir vanliga leiktíð)
Sí samrøður eftir dystin:
Ísak: - Hetta var forferdiligt - men glaður fyri, at tað var eg
Hjalti: - 90 prosent iðran - fimm prosent errin
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 2-4
15 min: 5-7
20 min: 8-9
25 min: 9-11
30 min: 12-15
35 min: 14-17
40 min: 18-19
45 min: 21-21
50 min: 25-23
55 min: 27-26
60 min: 29-29
65 min: 30-31
70 min: 34-34
75 min: 35-37
80 min: 37-38
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 11 (2)
Ísak Vedelsbøl: 6 (3)
Niklas Gaard: 6
Rókur Ziskason: 4
Tóki Friðriksson: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 2
Trúgvi Hávardsson: 2
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 16
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
- Eg lá niðri, men bólturin skuldi bara í málið, sigur maðurin við seinasta føroyska málinum móti Slovenia
Sosnowiec, Poland (Portalurin): - Tað var heilt fantastiskt. Men fyrst var eg ekstremt keddur, tí eg hevði blakað bóltin út av síðulinjuni, so teir fingu minkað niður í eitt mál. Eg fekk eitt sovorit "flashback" til Egyptaland fyri tveimum árum síðani.
Rókur Ziskason tosar um fjórðingsfinaluna í 2023, tá hesir ungu menninir upplivdu at missa eina leiðslu í seinastu løtu: Trý mál á muni tá 100 sekund vóru eftir, áðren Egyptaland vendi øllum.
Soleiðis sá Rókur Ziskason út stutt eftir seinasta bríksl móti Egyptalandi í 2023 (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Sterki hoyvíkingurin hevði tó øðrvísi ætlanir hóskvøldið, og tá hann stutt eftir 34-33 málið fekk bóltin á høgra bakki, gjørdi Rókur bart. Hann fór sjálvur, setti ein mann av og økti til endaliga úrslitið.
- Eg lá niðri, men hasin bólturin skuldi bara í málið.
Rókur Ziskason stórfegast eftir seinasta bríks í kvøld - "spøkilsi" frá 2023 er burtur (Mynd: IFH/Kolektiff)
Rókur fekk tvær útvísingar í 1. hálvleiki, og dekkaði tí ikki í miðverjuni restina av dystinum. Hann kom tó innaftur og dekkaði væl á bakkinum. Eftir dystin var tað ein serlig løta saman við vælstuðlandi fjepparunum, staðfestir hann.
Sí samrøðuna við Rók Ziskason her
Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: - Vit vilja meira
Sí eisini: Errin mamma: - Hetta er púra svakt
Sí eisini: So vilt var tað í skiftingarrúminum
Sí myndirnar frá stóra hondbóltskvøldinum hóskvøldið
U21 HM-fjórðingsfinalur
Hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)
Dystargongdin í søguligu fjórðingsfinaluni
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
35 min: 21-17
40 min: 23-20
45 min: 26-22
50 min: 31-26
55 min: 33-29
60 min: 35-33
Føroysku málskjúttarnir:
Ísak Vedelsbøl: 10 (5)
Óli Mittún: 6
Niklas Gaard: 5
Høgni Heinason: 4
Høgni Højsted: 3
Trúgvi Hávardsson: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Rókur Ziskason: 2
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 15 - almenna bjargingarprosentið var 33
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Føroyski málverjin hevði heili 15 bjargingar móti Slovenia. Hann varð heiðraður og ein av mongum, sum veruliga avrikaði. Ísak Vedelsbøl gjørdist toppskjútti við tíggju málum, og Høgni Heinason hevði flestu upplegg - átta
Katowice, Poland (Portalurin): Føroyingar vístu aftur styrki sum eind og sum einstakllingar hóskvøldið.
Dagsins spælari í HM-fjórðingsfinaluni gjørdist Aleksandar Sasha Lacok. Tað sást frá byrjan, at málverjin var í gongd við ein góðan dyst.
Serliga í fyrra hálvleiki var Sasha ein múrur við níggju bjargingum. Hetta var upp á 19 skot, meðan hann var inni í málinum - í eina førinum var Torstein Sivertsen inni til brotskast, og tvær ferðir av teimum 13, Slovenia skoraði fyri steðgin, var í tómt mál. Harvið stóð Sasha í roynd og veru við bjargingarprosent á 47 í fyrra hálvleiki.
Slovenar skoraðu títtari í 2. hálvleiki, men A-landsliðsmálverjin varð skrásettur fyri seks bjargingar: Summar teirra vóru stórar, og komu í ógvuliga týðandi løtum. Harvið samanlagt 15 bjargingar og yvir 35 í prosentum, tá Sasha var í málinum.
Føroysku spælararnir í ovfarakæti. Eyðbjørn Heini Danielsen sæst her leypa á Aleksandar Sasha Lacok, sum løtu seinni fekk heiðurin sum dagsins spælari (Mynd: Sverri Egholm)
Ísak Vedelsbøl kom veruliga í gongd við at skora mál í løtuni fyri steðgin, tá føroyingar fóru frá slovenum. Hetta við bæði brotskøstum og strikumálum.
Føroyski liðformaðurin tók yvir frá sjey metrum, tá Óli Mittún brendi fyrsta brotskastið. Ísak skoraði síðani fimm av seks við tí og annars fimm góð strikumál. Harvið samanlagt tíggju mál - hann tók ábyrgd.
Hoyr Ísak greiða frá millum annað brotskøstunum HER
Ísak Vedelsbøl stórfegnast her eftir 35-33 sigurin á Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún var við í tí mesta í føroyska álopspartinum fyri stegðin, og nummar 78 fekk eisini seks mál og sjey upplegg móti Slovenia. Aðrir tóku eisini ábyrgd tíðliga: Millum annað skoraði hoyvíkingurin Høgni Højsted trý góð mál av bakkinum, og Sofus í Selvindi Nattestad var púra tryggur, tá vinstri vongurin fekk tveir møguleikar av vinstra vongi.
Frá byrjan í 2. hálvleiki mansvardi Slovenia Óla Mittún. Síðani spældu Føroyar skiftandi fimm móti fimm og fimm móti seks, har Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson tóku stóra ábyrgd.
Høgni gjørdist ársins spælari í Burn-deildini júst farna kappingarár, og hann spældi í móti Slovenia sín besta HM-dyst higartil. Høgni tók eina rúgvu av nærdystum og avgerðum. Hann skoraði fýra mál, og legði upp til flest av øllum - átta.
Tá Høgni Heinason ikki avgreiddi tingini mitt fyri, var tað Trúgvi. Kviki spælskiparin av Strondum gav slovenum trupulleikar. Hann hevði millum annað trý skot - og trý mál.
Høgni Heinason hevur slitið seg leysan og skorar (Mynd: Sverri Egholm)
Teir fóru illa við Trúgva Hávardsson í summum førum - nummar 45 vann millum annað nøkur brotskøst fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
Niklas Gaard fekk bert eitt skot í fyrra hálvleiki. Hetta brendi høgri vongurin, men í 2. hálvleiki var Niklas ísakaldur. Hann skeyt fimm ferðir, og skoraði eisini fimm ferðir. Ofta hekk Niklas væl og legði bert bóltin framvið slovenska málverjanum.
Ein púra róligur Niklas Gaard í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
- Vit møttu einum øðrvísi føroyskum liði, og man merkti, at ikki so nógv var uppá spæl. Tað sigur Frederik Emil Pedersen. Danski profilurin úr GOG vónar tó, at Føroyar koma heilt langt
Katowice, Poland (Portalurin): Føroyar spældu heilt uttan sínar størstu profilar móti Danmark týsdagion - teir sum eisini eru á A-landsliðnum. Danir nýtti allarstørsta profilin Frederik Emil Pedersen í yvir 40 minuttir í álopinum, og skiftu rímiliga nógv út í dystinum.
- Tað var ikki soleiðis, at tað var lív ella deyði. Man fór sjálvandi eftir at vinna, men bæði liðini vóru víðari, og hetta merktist serliga út á dystin.
Hetta sigur Frederik Emil Pedersen, sum Portalurin fekk orðið á eftir 41-32 sigurin hjá Danmark á Føroyum. Báðir partar viðurkendu, at dysturin ikki var so týðandi.
- Gleði meg til samstarvið við Óla
Frederik Emil helt fyri, at Føroyar sum so spældu við einari "B-ketu". Serliga við at "Oli ikki var med".
Júst Óla Mittún fer Frederik Emil Pedersen annars at læra heilt væl at kenna skjótt. Stutt eftir U21 HM gerast teir liðfelagar í GOG, har danin longu hevur gjørt vart við seg.
- Eg gleði meg ógvuliga nógv, staðfestir danski spælskiparin, tá vit nevna komandi samstarvið.
- Hann er jú ein ótrúliga dugnaligur og spennandi spælari. Eg eri eisini vísur í, at vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum.
Hoyr alla samrøðuna við Frederik Emil Pedersen her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Føroysku U21-menninir vístu stórt sinnisligt yvirskot seinastu løtuna og verjuspæl í heimsflokki móti Fraklandi mánakvøldið
Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyskur hondbóltur hevur aftur gjørt tað. Tað var sanniliga ikki altíð vakurt, men føroyingarnir vístu stórt yvirskot og hegni seinastu løtuna, tá Frakland varð felt og varpað út í HM-myrkrið mánakvøldið.
Føroyar vóru aftanfyri størsta partin av lykladystinum, men okkara fullu ongantíð í fátt.
Aleksandar "Sasha" Lacok fór veruliga at taka í málinum, og tað eydnaðist at fáa lyklamál. Seinastu ellivu minuttirnar skoraði Frakland bert tvær ferðir, meðan føroyingarnir vardu fyrimyndarliga væl.
Føroyar fingu leiðsluna og hildu henni, og hetta megnaravrikið er nóg mikið til eitt føroyskt HM-fjórðingsfinalupláss: Annað U21 HM-endaspælið á rað og fyri aðru ferð hjá hesum árganginum.
Hoyr samrøðu við Óla Mittún her: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman
Føroyar og Danmark hava sostatt longu í fyrsta umfari av meginumfarinum tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum. Harvið gerst dysturin millum Danmark og Føroyar eisini so at siga týdningarleysur
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (4)
Ísak Vedelsbøl: 4 (1)
Niklas Gaard: 4
Rókur Ziskason: 3
Høgni Heinason: 3
Trúgvi Hávardsson: 1
Høgni Højsted: 1
Tóki Friðriksson: 1
Búi Poulsen: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1
Bjargingar:
Aleksandar "Sasha" Lacok: 12
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2025
Danska TV2 ger nógv burturúr føroyska HM-bragdinum mánakvøldið, og Bent Nyegaard setur stór orð á
Katowice, Poland (Portalurin): - Tað liðið, sum Føroyar vinna á, er jú mannað av spælarum, sum skulu royna at koma á franska A-landsliðið næstu árini. Millum annað tí er úrslitið so merkisvert og stórfingið.
Tað er royndi danski hondbóltsviðmerkjarin og fyrrverandi venjarin, Bent Nyegaard, sum eigur orðini. Føroyski sigurin á Fraklandi í U21 HM-endaspælinum, hevur givið endurljóð..
Heimasíðan tv2.dk dregur HM-toppskjúttan og komandi GOG-spælaran, Óla Mittún, fram. Nevnt verður, at hann gekk á odda við níggju málum og níggju uppleggum, tá Føroyar feldu fraklendingar. Eisini leggur TV2 dent á, at Óli sum bert 18-ára gamal, var við til EM-endaspælið hjá teimum vaksnu í fjør, har hann eisini var við at fáa "skelkandi stigið" móti Noreg.
Rasmus Lomholdt Leth var staddur í Sveis til EM-endaspælið hjá kvinnum umboðandi TV2. Hann var bergtikin av føroyska avrikinum í Basel og øllum kring føroyska liðið. Tíðindamaðurin nevnir hesa serstaku upplivingina og EM-stigið í greinini. Føroyskan hondbólt og háttalag lýsir Leth á hendan hátt:
- Ein ferðmikil, orkuríkur og stríðshugaður háttur at spæla hondbólt uppá: Ein tjóð har flestu fjepparar og spælarar kenna hvønn annan og fegnast um upplivingarnar saman.
Føroysku spælararnir og toymið fegnast saman við familjum og áskoðarum annars (Mynd: HSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Høgri vongurin skeyt átta mál - næstflest hjá Føroyum. Niklas var ein av mongum, sum tóku stóra ábyrgd í sigrinum á Rumenia
Katowice, Pólland (Portalurin): Hann spældi teir fyrstu minuttirnar í fyrsta dystinum móti Norðurmakedonia, brendi tvey skot móti sterka Galevski í málinum, og sat síðani á bonkinum restina av dystinum. Óla Jákup Gaard Olsen spældi ógvuliga væl, so Niklas Gaard var eisini á bonkinum allan dystin móti Íslandi.
Leygardagin fekk høgri vongurin við nummar 44 tó álitið aftur, og tað takkaði Niklas fyri.
- Eg hevði eitt sindur av nervum áðrenn dystin, men tey fyrstu skotini sótu væl, og so fekk man sjálvsálit. Mladen hevði fyrireikað okkum væl uppá teirra málverja, og tað snúði seg um tol.
Soleiðis segði ein fegin Niklas Gaard við Portalin eftir dystin móti Rumenia, har Føroyar tryggjaðu sær víðari luttøku í HM kappingini í Polandi.
Niklas, sum hevur verið niðri á hondbóltsskúla, og síðani spælt við Neistanum varð eftir dystin kosin dagsins spælari. Føroyski vongurin skeyt átta mál í níggju royndum.
Hetta svarar til 88,8 prosent, ið er ógvuliga høgt. Bert Óli Mittún skeyt fleiri mál (9, harav trý brotskøst). Niklas var eisini stinnur í verjuni, sum Føroyar veruliga fingu at koyra, sum dysturin leið.
Niklas Gaard varð eisini kosin dagsins spælari eftir dystin: IHF viðurkendi avrik hansara, og liðfelagar, áskoðarar og familja stórfegnaðust eisini saman við honum.
Myndir: IHF/Kolektiff
Eitt eyðkent við føroyska stórsigrinum á Rumenia var, at fleri spælarar tóku stóra ábyrgd í verju- og álopi. Eisini spælarar, eins og Niklas, sum ikki høvdu spælt nógv í HM-endaspælinum frammandundan.
Besta dømi var Tóki Friðriksson. Stóri og sterki strikuspælarin úr KÍF avloysti Rók Ziskason, sum fekk eitt hart dømt reytt kort móti sær í 25. minutti. Tóki var framúr saman við Ísaki Vedelsbøl í miðverjuni og í 7 móti 6 í álopinum. Føroyar fingu veruliga verjuna at koyra, og har átti Tóki sín part; saman við Búa Djurhuus Poulsen og Høgna Højsted, sum komu ógvuliga væl inn at dekka bakkplássini.
Aleksandar Sasha Lacok hevði eisini sín greitt besta dyst higartil í kappingini.
Tóki Friðriksson - her í U19 HM móti Týsklandi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Í álopinum var Sofus í Selvindi Nattestad eisini ógvuliga tryggur tvær ferðir í løtuni í 2. hálvleiki, tá Føroyar veruliga fóru frá Rumenia.
U21 HM - 3. og seinasta umfar í bólki F
Føroyar - Rumenia - 35-28 (18-15)
Føroysku málskjúttarnir
Óli Mittún: 9 (3)
Niklas Gaard: 8
Ísak Vedelsbøl: 6
Trúgvi Hávardsson: 3
Høgni Højsted: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1
Rókur Ziskason: 1
Rói Hjaltason Seyer: 1
Tóki Friðriksson: 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok: 9
Torstein Sivertsen: 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025
Kappingin, sum verður í Svøríki, er ein liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið í Egyptalandi
Í døgunum 30. juni til 4. juli fer U19-landsliðið í hondbólti hjá monnum til European Open í Svøríki. Kappingin er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august.
Dystirnir verða leiktir í Göteborg samstundis sum Partille Cup er.
Føroyar hitta Niðurlond og Finnland 30. juni klokkan ávikavist 10.45 og 16.45.
1. juli spæla Føroyar móti Svøríki klokkan 9.30, og 2. juli klokkan 12 hitta Føroyar Kroatia.
Hondbóltssambandið boðar frá, at hópurin til European Open nú er úttikin:
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Hanus Gunnarson, H71
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Brandur Hansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2025
Íslendski Viktor Lekve kemur at hava ábyrgdina av besta mansliðnum og øllum ungdómsliðunum
KÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska Viktor Lekve, sum skal verða høvuðsvenjari í felagnum, boðar felagið frá í dag.
Hann kemur at hava ábyrgdina av besta mansliðnum og øllum ungdómsliðunum.
Viktor er bert 35 ára gamal, men hevur 16 ára royndir sum venjari, serliga innan ungdómslið. Hann var hjálparvenjari hjá Fjölnir í bestu íslendsku deildini frá 2022-2024 og flutti síðani til Akureyri, har hann hevur havt ábyrgd av U18 og næstbesta liðnum hjá felagnum KA, skrivar KÍF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Hinvegin sníkir Víkingur seg upp á 4. plássið - trý lið hava nú 21 stig í tætta stríðnum um hetta plássið. KÍ og HB halda á við sama lag, meðan TB kom nærri 8. plássinum
14. umfar í Betrideildini varð spælt farna vikuskiftið. Við Løkin í Runavík var drama millum NSÍ og Víking.
Víkingur hevði nakrar heilt stórar málmøguleikar, men NSÍ var á odda, tá farið var um teir 90 minuttirnar. Hetta vegna mál hjá Brandi Hendriksson beint fyri steðgin. Eitt NSÍ-skot varð blokerað, bólturin stakk til Brand, sum til høgru í brotsteignum høgdi til. Skotið fór millum beinini á einum Víkingi og í longra málhorn.
Hetta sá út til at tryggja NSÍ trý kærkomin stig, men Víkingur vildi tað øðrvísi. Í 95. minutti sendi innskifti ungi miðvallarin, Arnór Brandsson, eitt frágerða gott hornaspark innfyri úr høgru. Poul Kallsberg leyp uppfrá mitt fyri málið við perfektari "time'ing". Flott mál og 1-1 við Løkin.
Einki stórt nøgdsemi í teimum báðum legunum, men Víkingur kann nýta stigið til meira: Nú er liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen framman fyri B36 og EB/Streym í stríðnum um 4. plássið - hetta takkað verið betri málúrtøku.
Tokini hjá KÍ og HB koyra víðari
B36 hevði sínar løtur í Klaksvík, har millum annað Mark Jensen í KÍ-málinum hevði tvær stórbjargingar. Tað eydnaðist tó heldur ikki at syfta oddaliðnum hesaferð. KÍ hevur nú heili 40 stig.
Eitt gott KÍ-álop í 28. minutti endaði við, at Marius Kryger Lindh gjørdi sjálvmál. Í 77. minutti økti júst innskifti Deni Pavlovic við góðum vinstra-beinsskotið.
Í yvirtíðini rann innskifti Djóni Sivertsen væl inn í KÍ-brotsteigin, spældi bóltin væl víðari, áðrenn hann heldur tilvildarliga datt til dreingin, sum júst hevur havt 17-ára føðingardag. Djóni var eirindaleysur, og hann skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum hjá barndómsfelagnum.
Tað var tó ov seint hjá B36.
07 Vestur fekk eisini bert minkað niður í 1-2, eftir at HB hevði skorað tvær ferðir í Sørvági. Emil Grønn Petersen, sum veruliga er komin í gongd, skoraði á sínum gamla heimavølli, áðrenn Leivur Guttesen økti. Fjórði sigurin á rað hjá HB og tann fimti í seks dystum undir André Olsen, ið enn ikki hevur tapt sum HB-venjari.
Eitt sindur tættari í botninum
07 Vestur er framvegis oman fyri strikuna, men javnleikurin hjá TB á jóansøku móti EB/Streymi ger, at liðini eru jøvn í stigum. TB var annars á veg móti sínum øðrum sigri í ár, men í 85. minutti javnaði innskifti og lívligi Thomas Bjørn Miezan fyri EB/Streym, sum kappast um 4. plássið.
Í Vági var eisini dystur leygardagin. Har vann B68 trygt á FC Suðuroy, sum nú er einsamalt niðast á stigatalvuni.
Sí myndirnar frá dystinum í Vági her
Betrideildin 14. umfar:
Leygardagin 21. juni
FC Suðuroy - B68 0-3 (0-1)
27' 0-1 Sebastian Lau Nielsen (Jákup Vilhelmsen)
73' 0-2 Marius Nón (Sebastian Lau Nielsen)
83' 0-3 Jóhan Josephsen (Marjus Nón)
TB - EB/Streymur 1-1 (0-0)
62' 1-0 Samudeen Musah, brotsspark
85' 1-1 Thomas Bjørn Svenningsson Miezan (Tóki Johannesen)
Sunnudagin 22. juni
NSÍ - Víkingur 1-1 (1-0)
43' 1-0 Brandur Hendriksson Olsen
90+5' 1-1 Poul Kallsberg (Arnór Brandsson)
07 Vestur -HB 1-2 (0-0)
48' 0-1 Emil Grønn Petersen (Jákup Thomsen)
52' 0-2 Leivur Fossdal Guttesen (Emil Grønn Petersen)
75' 1-2 Tobias Fabian Giusti (Mikkel Hyllegaard)
KÍ - B36 2-1 (1-0)
19' 1-0 Sjálvmál
77' 2-0 Deni Pavlovic
90+3' 2-1 Djóni Sivertsen (Marius Kryger Lindh)
Støðan eftir 14 umfør:
1. KÍ 40 stig
2. HB 31 stig
3. NSÍ 29 stig
4. Víkingur 21 stig
5. B36 21 stig
6. EB/Streymur 21 stig
7. B68 17 stig
8. 07 Vestur 7 stig
9. TB 7 stig
10. FC Suðuroy 6 stig
15. umfar:
Fríggjakvøldið 27. juni: B36 - 07 Vestur
Leygardagin 28. juni kl. 15: HB - TB
Leygardagin 28. juni kl. 17.30: KÍ - FC Suðuroy
Sunnudagin 29. juni kl. 15: Víkingur - B68
Sunnudagin 29. juni kl. 17.15: NSÍ - EB/Streymur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2025
Áleyparin vendir aftur til Víking eftir eitt hálvt ár í B68. Gøtumaðurin hevur verið við at vunnið Løgmanssteypið og FM við barndómsfelagnum - partarnir hava gjørt sáttmála fyri restina av 2025
- Vit gleðast um, at Martin legst afturat hópinum, og ynskja honum vælkomnum heim.
Soleiðis skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari, í sambandi við at Martin Klein Joensen hevur valt at koma aftur til Víking, haðani hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur.
Áleyparin hevur spælt tólv dystir fyri B68 í ár og skorað trý mál. Fyri stuttum steðgaði samstarvið millum Martin og B68.
Nú hevur hann skrivað sáttmála galdandi fyri restina av 2025 við Víking.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Føroyski landsliðsleikarin í fótbólti vann DM við FC Nordsjælland fyri bæði U16 og U19
15 ára gamla Kára Sigurðsson, sum er ein av berandi kreftunum á føroyska U17 kvinnulandsliðnum, sum herfyri spældi EM-kapping í Føroyum, kann nú kallað seg fyri tvífaldan danskan meistara.
Felag hennara, FC Nordsjælland, hevur júst vunnið DM fyri kvinnur fyri bæði U16 og U19, og føroyska Kára hevur havt ein leiklut á báðum liðunum. Meistaraheitið fyri U16 gentur var tryggjað fyri eini tíð síðani, meðan U19 meistaraheitið varð tryggjað nú um vikuskiftið.
- Hetta hevur verið ein góð vika. Kára er liðug við fólkaskúlan, og fer nú at ganga í ti’eren (fótbóltsakademiið, red.) hjá FCN ,og harvið kunna hugsavna seg enn meira um fótbóltin, skrivar mamma hennara á Facebook.
Tá EM-kappingin fyri U17 landslið varð spæld í Havn og Klaksvík herfyri, var Kára Sigurðsson partur av byrjanaruppstillingini í øllum dystinum.
Kára Sigurðsson í dysti móti niðurlendsku evropameistarunum á Tórsvølli herfyri. Fyrst í juli er aftur boð eftir henni, tá føroyska U17-landsliðið spælir Baltic Cup í Litava (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Hann byrjaði inni í stóru U17-finaluni móti AC Milan, sum Torino vann eftir brotssparkskapping
17-ára gamli Dávid Reynheim hevur megnað nakað, sum eingin føroyskur fótbóltsspælari hevur gjørt áður.
Hann hevur verið við til at vunnið eitt italskt meistaraheiti.
Talan er um fremstu kappingina í U17-fótbólti í einum av heimsins fremstu fótbóltstjóðum.
Seinastu tíðina hevur tað verið skipað sum eitt endaspæl, og har hevur Torino sligið fyrst Inter Milan (í tveimum dystum) út og síðani Udinese.
Dávid Reynheim skorar her sítt fyrsta Betrideildarmál sum 16-ára gamal (Mynd: HB/RS Media)
Farna fríggjakvøld var risafelagið AC Milan á skránni í Rom. Føroyski áleyparin byrjaði inni í finaluni.
Dávid Reynheim fekk annars ein snudd í fótin í fjórðingsfinaluni, men eins og pápin Kári Reynheim í Landskrona á sinni, spældi hann við binding um fótliðin og stríddist fyri liðið.
Fyrstu 90 minuttirnir endaðu við málleysir. Heldur einki mál kom í longdu leiktíðini, men í brotsparkskappingini var Torino stinnari.
Harvið hevur Dávid, sum er uppvaksin í HB, fingið eitt flott gullheiðursmerki í sínum fyrsta ári í italskum fótbólti. Torino keypti hann seinasta summar - næsta ár snýr tað seg um U19-fótbólt og at menna seg víðari á høgum stigi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2025
Seinasta árið hevur hon spælt við Fortuna Hjørring, men vendir nú heim aftur og spælir í Runavík restina av árinum
Nú farið verður undir endaspæl í Betridelidni hjá kvinnum styrkir NSÍ seg við 17 ára gomlu Brá Zakariasardóttir.
NSÍ sigur, at hon spælir við felagnum restina av kappingarárinum.
Brá Zakariasardóttir er uppvaksin í FC Hoyvík, har hon hevur spælt í ungdómsdeildunum. Hon fór til B36 tá hon var 15 ára gomul, har hon eisini fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini. Hon hevur leikt 22 dystir hjá Betri kvinnum og hevur skotið 12 mál.
Brá Zakariasardóttir her í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hon hevur seinasta árið verið í Danmark, har hon hevur spælt við U19 liðnum hjá Fortuna Hjørring.
Nú er hon vend heim aftur á klettarnar, og kemur at spæla í gulu blusuni restina av kappingarárinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Havnarbáturin hevði ein góðan endaspurt, men tað var ikki nokk at taka Klaksvíking
Tað vóru klaksvíkingar, sum vunnu stóru finaluna á triðja FM-róðrinum í ár, á útsetta róðrinum á jóansøku. Orsaka av vánaligum veðri, var jóansøkuróðurin á Tvøroyri útsettur frá leygardegnum til sunnudagin.
Klaksvíkingur vann 10-mannafarsróðurin og var góða hálva bátslongd framman fyri Havnarbátin, sum hevði ein góðan endaspurt.
Tað var kortini ikki nokk og Klaksvíkingur vann við tíðini 4.35.03. Hetta er annar sigur á rað hjá Klaksvíkingini. Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu.
Norðingur dragnar í FM-stríðnum, men var í dag væl við í kappingini.
10-mannafør á jóansøku
1. Klaksvíkingur 4.35.03
2. Havnarbáturin 4.36.17
3. Norðingur 4.36.46.
Støðan
1. Klaksvíkingur 20 stig
2. Havnarbáturin 19 stig
3. Norðingur 15 stig
Hjá 8-mannaførunum var Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag aftur fyrstur á mál. Ørvur hevur vunnið allar tríggjar FM-róðrarnar higartil í ár. Risin av Eiði gjørdist nummar tvey og Argjabáturin nummar trý.
FM-støðan er tann, at Ørvur hevur 21 stig, Risin 18 og Argjabáturin og Gøtu Tróndur hava 13 stig.
Í størsta bátaslagnum við kvinnum, 6-mannaførum, er tað enn ongin, sum megnar av bjóða Jarnbardi av.
Á jóansøku var Jarnbardur hjá Knørrafelagnum í Havn næstan 16 sekund skjótari enn Hósvíkingur, sum gjørdist nummar tvey framman fyri Tvørábátinum og Fortunu úr Vestmanna.
FM-støðan er tann, at Jarnbardur hevur 21 stig, Hósvíkingur hevur 17, Tvørábáturin 9, Fortuna 7 og Glyvrabáturin 76 stig.
Øll úrslit frá jóansøku síggjast her
Næsti FM-róðurin verður á varmakeldu í Fuglafirði 5. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2025
Føroyska landsliðið spælir tveir dystir í Tblisi í Georgia um vikuskiftið
Tað er ikki óvanligt at systkin gera somu ítróttargrein. Tað kemur eisini meir enn so fyri at systkin eru á somu liðum og síðani enda á landsliðum. Men, tað er heldur óvanligt at trý pør av beiggjum eru á A-landsliðnum samstundis og at teir harafturat allir hava ein lyklaleiklut á liðnum.
Men tað er nú galdandi fyri føroyska A-landsliðið í flogbólti.
Talan er um tvíburarnar Filip Ilic (kantur) og Vuk Ilic (diagonalur), sum spæla við Mjølnir í Klaksvík.
Síðan eru tað Jákup Árni Elisson Wang, ið spælir við ASV Århus, og stórabeiggja hansara, Jóhan Arni Elisson Wang úr Fleyr – teir spæla báðir miðja.
Triðja brøðraparið er Hjørtur Joensen (diagonal) og lítlibeiggi hansara, Bjarni Joensen (kantur), sum báðir hava sín uppruna í Sørvágs Ítróttafelag.
Umframt hesa serligu beiggja samanseting, er høvuðsvenjarin hjá liðnum, Boban Ilic, eisini pápi at tvíburunum Filip og Vuk Ilic.
Føroyska manslandsliðið í flogbólti spælir tveir dystir í Silvurliguni um vikuskiftið. Móti Luksemburg leygardagin og móti Georgia sunnudagin. Báðir dystirnir verða spældir klokkan 16 í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi.
Trý brøðrapør á landsliðnum, Filip Ilic, Vuk Ilic, Jákup Árni Elisson Wang, Jóhan Arni Elisson Wang, Hjørtur Joensen og Bjarni Joensen (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Hetta vikuskiftið spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia í Georgia
Silvurligan, menn:
Føroyar – Eysturríki 1-3 (29-27, 17-25, 24-26, 20-25
Hóast Føroyar vunnu fyrsta sett, var ikki nógv sum bendi á tað, tá Eysturríki legði seg á odda 13-7 og 19-13. Føroyar minkaðu tó um munin niður í 19-21, men fingu kortini tríggjar settbóltar ímóti sær, tá Eysturríki legði seg á odda 24-21. Føroyar hóraðu tó undan og javnaðu til 24-24 og fingu settbólt við støðuna 28-27, og hann langaði Thorvald Danielsen lumpisliga í gólvið hjá Eysturríki, ístaðin fyri at heva.
Føroyar fingu eisini framúr byrjan upp á annað sett, og fóru framum 6-2 og vóru frammanfyri 10-7, áðrenn Eysturríki javnaði til 10-10. Eysturríki dró síðan frá og vann settið 25-17.
Føroyar løgdu uppaftur betur fyri í triðja setti og fóru framum 8-2. Munurin hevði hug at minka, men Føroyar hildu sær tó frammanfyri til 24-21. Eingin av settbóltunum varð tó gagnnýttur, og við fimm stigum á rað vann Eysturríki settið 26-24.
Føroyar hildu tó fram við góðu gongdini í fjórða setti og fóru framum 10-4 og vóru frammanfyri til Eysturríki javnaði til 13-13, tá Eysturríki fór trý, fýra framum, og at enda vann settið 25-20 og dystin 3-1.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 19 stigum, og honum á baki kom yngri bróðurin Bjarni við 17. Jóhan Arni Elisson Wang hevði 6 vinnarablokkar í sínum til samans 12 stigum. Thorvald Danielsen er skrásettur fyri 1 vinnarasmassj – settbóltin í fyrsta setti – men sjáldan eru hevararnir nevndir í hagtølunum, men tað átti hann, tí hann stýrdi føroyska spælinum meistarliga.
Hetta vikuskiftið spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia í Georgia. Georgia hevur tapt allar sínar dystir; m.a. 3-2 fyri Íslandi, sum Føroyar vunnu 3-2 á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2025
Tíðin hjá rennaranum úr Klaksvík á fimm kilometrum var undir 15 minuttir - 14,52. Julian Gregersen tók metið fyri kortum og hevur longu skorið av tí
Føroyskir rennarar halda fram at betra um tíðirnar, nú oyggjaleikirnir nærkast.
Eins og Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, er Julian Gregersen í ógvuliga góðum formi.
Julian tók fyr í mánaðinum metið hjá Albert Marna Joensen frá 1993 á fimm kilometra renning á landavegi.
Tá var tíðin 15 minuttir og fimm sekund. Nú - níggju dagar seinni - hevur Julian Gregersen longu skorið 13 sekund av tíðini.
Til DM í Aalborg hósdagin rann 26-ára gamli klaksvíkingurin teinin við tíðini 14,52 minuttir.
Hetta er ein ógvuliga flott tíð og eitt ógvuliga flott úrslit. Tí tað var nóg mikið til bronsu í danmarksmeistaraheitinum, og staðfesti Julian aftur, at hann er ógvuliga væl fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2025
Hon hevur seinastu tíðina veruliga víst sína rennistyrki. Hetta á 400 metrum - við og uttan rimar. - Eg skal renna hvønn dag í Orknoyggjum og ofta tvær ferðir um dagin. Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400 metra rimarenning
Hon hevur spælt hondbólt í fremstu føroysku deildini við Stjørnuni. Hon hevur vunnið steyp við KÍ, verið á A-landsliðnum í fótbólti, og eisini skorað á mæta Hampden Part í Glasgow í EM-undankapping. Men har Maria Biskopstø veruliga ger vart við seg nú, er innan tað sum klaksvíkskvinnan so at siga altíð hevur tikist við: Renning.
Hon er uppvaksin í Treysti, og er nú lesandi í Århus. Renningin fyllir nógv hjá Mariu Biskopstø. Hon rennir fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.
Málskjútti á fótbóltslandsliðnum í Skotlandi sum 19-ára gomul...(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Longu tvey ár frammanundan hevði Maria Biskopstø verið við at runnið Føroyum bronsu í 4x400 metra stafettini á Gibraltar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Trý føroyskt met undan triðju oyggjaleikunum
Úrslitin hjá Mariu í 2025 hava sum heild verið ógvuliga góð. Hon skal í juli til sínar triðju oyggjaleikir á rað - sum upptakt til tað hevur hon sett føroyskt met tríggjar ferðir:
- Til Tårnby Games í mai, har fleiri føroyingar vóru við, setti Maria Biskopstø føroyskt met á 400 metra teininum. Hetta var við tíðini 57,71 sekund.
- Tað gekk ikki nógv meira enn ein mánaði, til hetta varð betrað: Undir Copenhagen Open 14. juni rann hon teinin uppá 57,66 sekund.
- Í 400 metra rimarenning betraði Maria Biskopstø um føroyska metið, tá hon rann í Brússel í mai. Hetta var á stórari stevnu - og talan var um eitt met, ið Maria sjálv átti. Hetta frá 1.02,74 minutt til 1.02,64 minutt.
Samstundis megnaði Maria kravtíðina til World University Games, har hon skal kappast 22. juli.
Rimarenning er renning við forðingum, sum rennarin skal loypa uppum (hekk). Í hesum vann Maria eitt ungdóms DM í 2019. Tað er eisini tann greinin, ið hon sjálv metir seg hava best møguleikar í á Orkneyoyggjum í juli.
- Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400 metra rimarenning, tí eg vann silvur seinast, og kundi hugsa mær at klárað tað enn betur hesaferð. Á 400 metrum er hørð kapping, men eg vóni at kunna vinna heiðursmerki á hesum teini, sigur hon við Portalin.
Maria á sínum fyrstu oyggjaleikum í 2019. Oyggjaleikir vóru ikki í 2021, so hetta verður triðju ferð, at hon rennir fyri Føroyar har (Mynd: Jens Kr. Vang)
Svangar eftir meira í stafettini - ein tøtt skrá
Umframt hesar 400 metra-teinarnar, har Maria Biskopstø hevur gjørt bart í eina tíð, skal hon renna í stafett á 4x400 metrum og á 4x100 metra teinum.
Margit Weihe Frímundsdóttir og Oddvør Josephsen, sum renna og lesa í Aalborg, skulu eisini renna báðar stafettirnar, meðan Rebekka Fuglø og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar skulu renna hvør sína. Maria Biskopstø sigur, at tær hava fyrireikað seg væl og hava heiðursmerkjavónir:
- Vit á staffetliðnum hava eisini vant saman nú áðrenn oyggjaleikirnar, og vónandi kunnu vit vinna heiðursmerki á bæði 4x100 og 4x400. Á 4x400 eydnaðist tað at vinna bronsu seinast, og har eru vit svangar eftir meira.
Maria hevur her latið Margit Weihe Frímundsdóttir stafettina á oyggjaleikunum í 2023
Við bronsuni á Guernsey (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Oddvør Josephsen í stórformi undan Oyggjaleikunum
Afturat teimum trimum 400-metra teinunum og 100-metra stafettini, skal Mara eftir ætlan renna á 800 metrum eisini á oyggjaleikunum. Harvið fimm ymiskar kappinginar
Av tí at rennarin hevur so nógvar kappingar á Orkneyoyggjum, verður tað ein tøtt skrá við renning minst eina ferð um dagin. Umframt at vera í støðugu venjingini, var hon á venjingarlegu í Spania um páskirnar.
Nú snýr tað seg um at fínpussa; serliga við at venja so at man kann gerast enn skjótari á oyggjaleikunum, staðfestir Maria Biskopstø.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2025
Flott føroysk byrjan á fyrsta degnum í Slovakia. Bartal Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam teinin við tíðini 29,09 sekund
Í vikuni byrjaði U23 EM í svimjing í slovakiska býnum Samorín. Tríggir føroyskir svimjarar eru við.
Tey eru Elisabeth Erlendsdóttir, Bartal E. Eidesgaard og Isak Brisenfeldt. Øll eru úr Havnar Svimjifelag - Elisabeth svimur tó til dagliga fyri lærda háskúlan Georgia í USA.
Innleiðandi riðlarnir vóru hósdagin, og Bartal E. Eidesgaard fekk eina frálíka byrjan. Hann kom inn á javnsettum 1. plássi í sínum riðli. Hetta við tíðini 29,09 sekund í 50 metra bringusvimjing.
Hendan tíðin er samstundis ein betran av føroyska metinum, sum hann sjálvur setti í Danis Open í apríl. Tá svam Bartal teinin við tíðini 29,16, upplýsir Havnar Svimjifelag.
Frá vinstru Bjørg Ólavsdóttir, ferðaleiðari, Bartal Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir, Isak Brisenfeldt, Jon Hestoy, venjari hjá Havnar Svimjifelag, og Johan Martin Thorsteinsson, landsliðsvenjari (Mynd: svimjing.com)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2025
Jon hevur fyrr, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag
Eftir at hava virkað sum fyribils høvuðsvenjari í fýra mánaðir, hevur Jon Hestoy nú skrivað sáttmála við Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikir í 2027, sum verða í Føroyum.
Jon er 65 ára gamal, føddur og uppvaksin á Tvøroyri, og hevur verið partur av føroyskari svimjing í meira enn seksti ár.
Hansara svimjiyrkisleið byrjaði í lítla 12,5 metra hylinum á Tvøroyri og kom í hæddina, tá hann svam í Mission Viejo í Los Angeles hjá víðagitna amerikanska venjaranum Mark Schubert og fyri danska felagið AGF í 80unum, meðan hann lærdi til prentara í Aarhus. Í hesum tíðarskeiði tók hann níggju donsk met: í 200 metra firvald, 400 metra blandað, 800 metra frí og 1500 metra frí. Hann vann sær eisini bronsumerki í 200 metra firvald í norðurlandameistarakapping í 1979.
Jon setti eisini eitt heimsmet, tá hann í Aarhus í 1982 svam 89.174 metrar uppá 24 tímar.
Jon hevur fyrr, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag, og hevur verið formaður í Svimjisambandi Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF í 6 ár. Hann hevur verið limur og varaformaður í European Aquatics Open Water frá 1998 til 2021 og limur í World Aquatics Open Water frá 2013 til 2017.
Havnar Svimjifelag er størsta svimjifelag í Føroyum og hevur yvir 400 limir, heilt frá skvatl og spæl fyri 5-6 ára gomul og upp til rørslulið, har hildið verður á at svimja upp í ellisárini. Felagið varð stovnað í 1938 og byrjaði í byrgdum hyli, har tennisvøllur er í dag. Virksemið vaks, tá uttandurahylurin varð latin upp í Gundadali í 1959, og enn meira, tá innandura 25 metra hylurin lat upp í 1982.
Í dag hevur Havnar Svimjifelag umstøður í heimsflokki við tí nýggja olympiska langhylinum. Felagið hevur góðar fimmti svimjarar á kappingarliðunum, ið venja upp til fleiri ferðir um dagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Føroyar vunnu liðkappingina á Isle of Man. Skipað verður fyri oyggjaleikakapping har, tí tennis ikki er við á oyggjaleikunum í Orknoyum
Í hesum døgum ger føroyska tennislandsliðið vart við seg í oyggjaleikasamanhangi.
Føroyska liðið er á óalmennari oyggjaleikakapping í Isle of Man og kappast móti Jersey, Isle of Man og Caymanoyggjum, sum hava drúgvar royndir á oyggjaleikum. Hendan kappingin verður hildin, tí tennis er ikki ein av teimum 12 ítróttagreinunum í Orknoyum í døgunum 12. til 18. juli, tá ið oyggjaleikir eru har.
Føroyska tennisliðið gjørdi ein vørr í gjár og vann liðkappingina. Talan er um søguligan siður, tí Føroyar hava ikki megnað tað í tennis fyrr.
Úrslitið av liðkappingini:
1. Føroyar
2. Jersey
3. Isle of Man
4. Cayman Islands
Næstu dagarnar fara føroysku spælararnir at spæla einmans- og tvímansdystir og blandaðar tvímansdystir (mixed double).
Níggju spælarar eru í føroyska hópinum, fimm menn og fýra kvinnur. Høvuðsvenjari er Adam Salskov Juel-Blicher.
Hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar eru við – og tískil fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar við bæði monnum og kvinnum til oyggjaleikakapping í tennis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025
Hevur júst vunnið tvær altjóða kappingar undir Merkinum – skal royna at koma við til HM í Las Vegas
Tað gongur væl hjá deyva føroyinginum Ian Andersen, sum er millum heimsins skjótastu tá tað kemur til at koyra gokart.
Tað gongur so væl, at hann í næstum skal til Fraklands at royna at kvalifisera seg til at koma við til heimsmeistarakappingina í gokart-koyring, sum verður Las Vegas komandi vetur.
Henda mánaðin hevur Ian vunnið tvær kappingar í Evropa.
Vikuskiftið 7.-8. juni var hann í Italia, har hann vann master bólkin í SuperCup á South Garda Karting rasarabereytini beint sunnan fyri Gardavatnið.
Teir koyrdu sjey riðlar og tvey 3. pláss og trý 2. pláss var nóg mikið at vinna kappingina móti fleiri av heimsins allarbestu gokartkoyrarum í sínum flokki.
Vikuskiftið eftir var hann við í kappingini TB Kart R-Max. Hetta var fyrstu ferð, at Ian kappaðist í hesum kart-slagnum við 125cc Rotax motori, sum er rættiliga kvikur. Ian greiðir soleiðis frá kappingini.
- Hetta var fyrstu ferð eg royndi hatta. Eg vann 1. riðil í harðari kapping, og var eitt sekund framman fyri nummar tvey. Í 2. riðli byrjaði eg sum nummar 5, men longu í fyrsta umfari legði eg meg á odda, og har var eg liggjandi heilt fram á mál. Ein sera væleydnað kapping hjá mær.
- Hetta hevði við sær, at eg skuldi byrja sum nummar tvey í finaluni, og longu í fyrsta svinginum hevði eg lagt meg á odda og økti um leiðsluna sum frá leið. Eg vann finaluna, tvey sekund framman fyri nummar tvey.
Hóast Ian Andersen er uppvaksin og býr í Danmark, so luttekur hann í hesum kappingum sum føroyingur undir Merkinum, og dylur ikki fyri, at tað er hann errin av.
- Eg eri sera errin av mínum góðu úrslitum í Italia. Eg umboði Føroyar, og tað síggja øll, sum fylgja við hesum kappingum á Youtube. Eg eri errin av, at føroyingar kunnu vinna á sterkum londum sum Italia, Sveits, Poland, Brasil og Danmark, skrivar Ian Andersen.
Longu 2. til 5. juli skal Ian Andersen í kapping aftur, hesaferð til Sodi World Series Finals á Campillos Karting rasarabreytini í Spania
Og 11. til 13. juli verður TB Kart R-Max finala í Paris í Fraklandi. Vinnarin av hesari kappingini tryggjar sær pláss til HM í Las Vegas í november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2025
Íslandsrossafelagið endaði kappingarárið um vikuskiftið við FM-finalu
Enn eitt spennandi kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi endaði um vikuskiftið við einum braki av eini FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali.
Familjan á hamrinum á Argjum gjørdi eitt gott hál leygardagin. Óluva á Lofti gjørdist nummar eitt og føroyameistari í bæði V1 (fjórgongd) og T1 (tølt), umframt at vinna gull í T7 (tølt) og silvur í T2 (slakteymatølt).
Dóttirin, Bertha Maria, gjørdist nr eitt og føroyameistari í V1-UNG (fjórgongd) og vann bronsu í T1-UNG (tølt), meðan sonurin, Boas Kári, vann gull í V5-BØRN (fjórgongd) og silvur í T7-BØRN (tølt). Harumframt vunnu bæði Óluva og Bertha Maria røktarsteypið hjá ávikavist vaksnum og ungum.
Fleiri deild finalupláss
Sera lítil munur var á dómaratølunum í fleiri kappingum. Og í ikki færri enn trimum finalum, T1, T7 og V1-UNG endaðu pør við sama stigatali á fyrsta plássi – tá mugu dómararnir avgera, hvør endaliga skal vinna kappingina.
Nógv ung stjørnuskot
Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu støðugt mennast og taka seg fram í gongulagskappingum. Til dømis luttók bara 12 ára gamla Bjørg Nolsøe Mørk í kappingini F1, sum er fimmgongd og ein rættiliga krevjandi kapping, har rossið skal vísa fimm gonguløg. Bjørg er allarhelst yngsta reiðfólk, sum hevur luttikið í F1 her heima. Eisini hjá fleiri øðrum børnum og ungum sæst týðiliga, hvussu nógva tíð og orku tey leggja í venjing og at læra bestu tilgongdina fyri at gerast dugnalig gongulagsreiðfólk. Tað verður spennandi at fylgja við teimum í framtíðini.
Systrar vunnu samreiðsteypini
Í ár vann Ragnheiður Dam samreiðsteypið hjá teimum vaksnu, og systir hennara, Arnfríð Dam, vann steypið hjá teimum ungu.
Samreiðsteypið verður givið tí parinum, har best samband er millum ross og reiðfólk, so tað er altíð ein gleðiligur heiður at fáa.
Kappingarárið endað
Tær 10 finalurnar blivu avgreiddar í øllum góðum og í hampiligum veðri. Kappingin skuldi upprunaliga byrja kl. 11, men avgjørt varð at flyta kappingin fram til kl. 9, tí veðurvánirnar vóru heldur ivasamar. Og hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí bert hálvonnur finala fóru fram í oysandi regni.
Við hugnaløtu um kvøldið, har millum annað “Ársins reiðfólk” blivu heiðrað, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi.
Hjá teimum vaksnu var tað Óluva á Lofti sum fekk heiðurin, og hjá teimum ungu var tað Esther Dahl á Heygum.
Nú fara nógv ross út á beiti í nakrar vikur ella mánaðir.
Úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Ríðisambandinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2025