

Leygardagur 16. august 2025 | Nr. 33 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 8
SíÐa 24
SíÐa 30
SíÐa 7
SíÐa 36
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tá hendan oddagreinin verður skrivað, kenna vit ikki úrslitið av toppfundinum í Alaska millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska starvsbróður hansara, Vladimir Putin.
Endamálið við fundinum er fyrst av øllum at støðga krígnum millum Russland og Ukraina.
Vit kunnu bara vóna – kunnu ikki annað – at eitt skilagott úrslit spyrst burturúr. Tí kríggið hevur vart alt ov leingi, og ilt er at síggja aðra loysn, enn at Russland gevst og tekur seg aftur.
Trupulleikin er bara tann, at Putin fer at krevja nakað fyri at taka seg aftur, og vit kunnu ímynda okkum, at kravið kanska verður, at eystastu ukrainsku landslutirnir verða russiskir.
Verður hetta úrslitið, so hevur høpisleysa innrásin hjá Putin givið eitt úrslit, nevniliga at tað – í hansara eygum, kanska – hevur loyst seg at leypa á eitt grannaland. Fáa vit nakra trygd fyri, at tað ikki kann henda aftur? At hann kanska finnur upp á at leypa á Estland, Lettland ella kanska Finnland, tá russiski herurin er komin fyri seg aftur um nøkur ár?
Og skulu við - altso vesturheimurin - góðtaka, at slík aggressión, sum Russland og Putin hava víst, skal loysa seg? Her eru nógvir spurningar at taka støðu til.
Í kjakinum herheima er eisini eitt annað kríggj, sum hevur okkara áhuga og sum eisini spælir inn í politikkin herheima, og sum helst eisini verður havt á lofti á amerikansk-russiska toppfundinum á Joint Base Elmendorf-Richardson herstøðini beint uttan fyri Ancorage, høvuðsstaðin í Alaska, sum – ‘by-the-way’ – liggur á 61. breiddarstigi, altso nakað sunnan fyri okkum.
Tað er eitt sindur truplari at taka støðu til kríggið í Gaza. Vit eru flestøll samd um, at tað var ein níðingsgerð, sum Hamas-fólk framdu móti einum tónleikafestivali í Ísrael 7. oktober 2023, har næstan 400 fólk vórðu dripin, og yvir 40 tikin til gísla.
Men aftursvarið úr Ísrael hevur eisini verið níðingsligt, og vit spyrja okkum hvussu nógv túsund ósek fólk, harav nógv eru kvinnur og børn, skulu drepast, svøltast, rekast frá húsi og heimi fyri at hevna tey, ið lógu eftirá ella tikin gísla fyri skjótt tveimum árum síðani?
Og tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit meira óvitandi seta okkum sjálvi:
- Hvussu ber tað til, at Ísrael, sum sigst eiga eina av heimsins bestu fregnartænastum og servandu herfólkum, ikki hevur eydnast at finna fram til gíslarnar í Gaza?
- Hvussu ber tað til, at arabisku grannalondini hjá Ísrael og Palestina ikki eru partur av hesi ósemjuni? Hví er t.d. ikki lagt trýst á Egyptaland, um at lata upp fyri marknaliðunum á vælhegnaða markinum millum Egyptaland (Sinai hálvoynna) og Gaza so tey neyðars fólkini í Gaza kunnu fáa neyðhjálp?
- Hví er tað, at palestinar ikki eru serliga vældámdir í grannalandinum Jordan?
- Hví er tað bara í Evropa og vesturheiminum, at tey veittra við palestinska flagginum við kravi um ein palestinskan stat, meðan einki hoyrist til líknandi fólkakrøv í nærmastu grannalondunum hjá Palestina?
Aftur til toppfundin í Anchorage: Tað verður sagt, at tað er USA, sum hevur lykilin til frið í Gaza, tí onki verður gjørt har í økinum, uttan at tað er góðkent úr Washington. Og amerikanski politikkurin verður stýrdur av einum forseta, einum manni, sum sigst taka egin áhugamál fram um alt annað. Tað er ein sannroynd, at Donald Trump nærmast er farin á herferð í roynd at verða útnevndur til friðarheiðursløn Nobel’s.
Kanska henda tráanin eftir alheims viðurkenning kann elva til, at okkurt hendir, heimsfriðinum at gagni. Gævið tað hendi, og lat so bara Trump frá friðarheiðurslønina. Søgan sigur okkum, at tað ikki einans eru Guðs bestu børn, ið hava fingið henda heiður.
(Myndin omanfyri er tilgjørd við hjálp av vitlíki)
Talið av donskum ríkisborgarum í Føroyum er minkað seinastu 11 mánaðirnar – útlendingarnir eiga fólkavøksturin
Talið av útlendingum í Føroyum – tað vil siga fólkum, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap – er trífaldað hesi seinastu tíggju árini. Í 2015 vóru gott 1.100 útlendingar í Føroyum. Nú eru teir næstan 3.500
Lutfalsliga eru útlendingarnir nú 6,3 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum, meðan teir vóru 2,3 prosent í 2015. Hetta sæst í nýggjastu hagtølunum yvir íbúgvar, sum Hagstovan hevur almannakunngjørt í dag.
Seinastu 11 mánaðirnar er fólkatalið í Føroyum vaksið úr 54.770 til 55.042. Vit eru sostatt 272 fleiri fólk fleiri. Men vit eru færri danskir ríkisborgarar í Føroyum nú enn vit vóru fyri ellivu mánaðum síðani – 27 færri.
Hinvegin er talið av útlendingum vaksið við 299.
Sambært Hagstovuni eru tað nú 93,7 prosent av fólkunum í Føroyum, sum eru danskir ríkisborgarar. Hetta talið er lækkað støðugt hesi seinastu 10 árini, tá parturin lá um tey 98 prosentini.
Av teimum 3.475 útlendingunum í Føroyum, komu 299 úr øðrum norðurlondum, 1.368 komu úr Evropa annars, 346 úr Afrika, 197 úr Amerika og 1.224 úr Asia, meðan borgaraskapurin hjá nøkrum var ókendur. 1.998 eru mannfólk og 1.436 konufólk.
Flest menn eru í aldrinum 35 til 39 ár: 301. Síðan koma aldursbólkarnir 30 til 34 ár: 247 og 40 til 44 ár: 211. Kvinnurnar eru flest í aldrinum 30 til 34 ár: 203 og 35 til 29 ár: 183.
Av útlendingunum eru 203 børn frá 0 til 14 ár. Og 67 frá 70 ár og eldri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Í 2017 rundaði fólkatalið 50.000 fyri fyrstu ferð, í 2018 51.000, í 2019 52.000, í 2021 53.000, í 2022 54.000, og nú í 2025 hevur fólkatalið fyri fyrstu ferð rundað 55.000
Fólkatalið í Føroyum hevur fyri fyrstu ferð rundað 55.000 fólk.
1. juli búði 55.042 fólk í Føroyum - 361 fólk ella 0,7 prosent fleiri í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan.
Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og er er sostatt vaksið við umleið 7.000 fólkum ella 14,6% síðani tá. Í 2017 rundaði fólkatalið 50.000 fyri fyrstu ferð, í 2018 51.000, í 2019 52.000, í 2021 53.000, í 2022 54.000, og nú í 2025 hevur fólkatalið fyri fyrstu ferð rundað 55.000.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 163 fólk og einari nettoflyting á 198 fólk. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,6 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.
Burðaravlopið var størri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd.
Nettoflytingin minkaði nakað, tí meðan færri fluttu til Føroya, vóru uppaftur færri, sum fluttu úr Føroyum. Undanfarnu 12 mánaðirnar var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 2,3 fyri hvørji 1.000 fólk.
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, og triðstørsti vøksturin var í Nes kommunu. Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna og síðani Runavíkar kommuna á fimtaplássinum.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar og Vágs kommunu, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Viðgerðartíðin hjá Útlendingastovuni at avgreiða umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi er alt ov long. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri vinnulívið, vísir Vinnuhúsið á
Tað tekur ov langa tíð at avgreiða umsóknir um nýggj arbeiðs- og uppihaldsloyvi og at leingja verandi loyvi. Í ringasta føri hevur bíðitíðin við sær, at fyritøkur mugu steðga á við virksemi.
Tað vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag í viðmerking á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Hóast myndugleikarnir hava vitað um hetta eina tíð, eru ongar ábendingar um, at viðgerðartíðin verður styttri; heldur tvørturímóti. Samstundis síggja vit, at grannalond gera tað smidligari at seta útlendsk starvsfólk í starv, skrivar Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið vísir á, at útlendsku starvsfólkini í Føroyum er ein fortreyt fyri stóra búskaparvøkstrinum, sum vit hava sæð í seinastuni, og tí hava hesi fólk stóran týdning fyri privatu vinnuna.
Í eini búskapargreining, sum Vinnuhúsið gjørdi í fjør, varð mett, at útlendsku starvsfólkini góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísti eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum í 2022; sannlíkt við 200-300 milliónum krónum.
Vinnuhúsið veit at siga frá fyritøkum, at tað ikki er óvanligt, at umsøkjarar hava bíða upp í sjey mánaðir eftir svari upp á umsóknir um at leingja verandi arbeiðsloyvi.
Víst verður á, at landsstýrismaðurin við útlendingamálum hevur ásannað, at bert fáar umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi eru svaraðar, síðan málsøkið varð yvirtikið í fjør heyst.
- Í upplýstu tølunum síggja vit, at tað til og við 16. juni í ár einans eru avgreiddar 39 umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi. Til samanberingar vóru í 2024 heili 772 umsóknir um leingjan avgreiddar av SIRI (Styrelsen for International Rekruttering og Integration) og 38 av Útlendingastovuni, sum yvirtók málsøkið tann 1. september 2024, skrivar Vinnuhúsið, sum leggur afturat:
- Hetta er als ikki haldbart, serliga tá ið hugsað verður um, at bert 39 umsóknir eru avgreiddar fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað vísir greitt, at verandi málsviðgerð ikki stendur í mát við veruliga tørvin.
Vinnuhúsið hevur tí nøkur ítøkilig uppskot til, hvussu bíðitíðin kann styttast. Eitt nú, at aðrir almennir stovnar læna Útlendingastovuni starvsfólk at starvslesandi verða sett at hjálpa til við at stytta um viðgerðartíðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Farna vikuskiftið mátti sjúkrabilur sendast eftir einum týskum manni, sum hevði fingið skaða í Hvannhaga
Seinnapartin leygardagin mátti sjúkrabilur sendast eftir einum útlendskum ferðamanni, sum hevði fingið skaða, meðan hann gekk í Hvannhaga.
Talan var um eitt týskt par, sum var farið ein túr í hagan, og har hevði maðurin verið áhaldsin og helst sær brotið fótin, upplýsti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Parið var longu komið langt oman aftur, tá bjargingarfólk vórðu boðsend.
Maðurin varð koyrdur á Suðuroyar Sjúkrahús.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2025
- Í Tórshavnar kommunu verða slík hatursbrotsverk als ikki góðtikin, sigur Elsa Berg, borgarstjóri
So skjótt veðrið er til tað, verða ælabogalitirnir málaðir út yvir herverkið, sum seinastu dagarnar er framt á ælabogan, ið varð málaður á asfaltið framman fyri Gunddalshøllina í Havn beint fyri ólavsøku.
Tað boðar Elsa Berg, borgarstjóri frá, í uppslagi á Facebook í vikuni.
Borgarstjórin skrivar soleiðis:
Týdningurin av ælabogavegnum staðfestur enn eina ferð
Harðskapur er oyðileggjandi. Ljót orð og herverk eru særandi. Og í Tórshavnar kommunu góðtaka vit als ikki slíkar hatursbrotsverk.
Tí verða vøkru ælabogalitirnar málaðir yvir herverkið, so skjótt veðrið er til tað.
Tórshavnar kommuna er nevniliga fyri øll, og her er rúm fyri ymiskleika.
Luttøkan til ársins Faroe pride hevur sannlíkt verið methøg, men kortini eru tað fólk, ið ynskja LGBT+’arum ilt. Tí er tað avgerðandi, at vit áhaldandi tala at haturstalu og brotsverkum og vísa okkara stuðul fyri einari rúmligari og fevnandi kommunu.
Elsa Berg, borgarstjóri, var sjálv við til at mála ælabogan uttan fyri Gundadalshøllina upprunaliga (Savnsmynd: LGBT+)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Grindaformaður hevur illgruna um, at illgerðin er framd av umhvørvisfólkum. Málið er nú meldað til løgregluna
Grindaformaðurin hevur illgruna um, at talan er um umhvørvisfelagsskap, sum hevur tikið 11 mønustingarar, sum eru horvnir úr bátasmiðjuni í Bø.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttaði hósmorgunin, at málið er meldað til løgregluna, og at tey nú eru farin undir at kanna málið.
Tað var Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø, sum mikudagin greiddi frá stuldrinum á Facebook.
Han skrivar soleiðis:
Hetta er tað sum vit grindaformenn í Bø hava upplivað tað sístu tíðina.
Aftan á drápið 5. juli bleiv ruddað, mønustingarar vaskaðir í ánni og onglar lagdir inn í bátasmiðjuna og síðan stongt.
Hurðin var stongd í 1 til 2 vikur. Nú henda dagin grind varð funnin í Miðvági fór ein formaður efter mønustingarunum, men har var ongin at finna allir 11 eru burtur og 2 kúluonglar kvettir úr endunum og burturbeindir.
So man stendur spyrjandi, verða vit forfylgd av Sea Shepard, tey vóru hvussu er væl mannað alla tíðina meðan vit fingust við grindina.
Eitt tori at standa inni fyri tað er ongin her á leið sum hevur gjørt seg sekan í hesum.
Hetta er kriminalitetur so tað stendur eftur.
Skulu vit framhaldandi verja okkara mentan og siðvenjur so haldi umhvørvisfelagskapirnar langt vekk.
Málið er meldað, so nú síggja vit um tað førir til naka.
Sea Shepherd vísir stuldrinum aftur
Sea Shepherd vísir aftur, at tað er felagsskapurin, sum skal hava stolið mønustingararnir, sum eru horvnir í Bø.
Hetta er ikki so, sigur Valentina Crast, talskvinna fyri Sea Shepherd í fráboðan fyrrapartin.
- Vit eiga avgjørt ongan lut í hesi hending. Slíkar gerðir eru ikki bert stuttskygdar og tápuligar – tær eru beinleiðis mótvirkandi (kontraproduktivar) í mun til okkara strategi, sum byggir á lokalt samstarv, opið samskifti og lógliga skjalprógvan.
Les: Sea Shepherd vísir aftur at tey hava stolið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Landsstýrið tekur ikki undir við ætlanini hjá Ísrael um at taka ræðið á Gaza býi
Leiðarar úr fleiri londum hava funnist at nýggju ætlanini hjá Ísrael um at taka ræðið á Gaza býi, og landsstýriskvinnan við uttanríkismálum, Sirið Stenberg sigur seg eisini vera ímóti ætlanini.
Landsstýrið tekur ikki undir við ætlanini, og heldur enn at skapa frið kann hon leingja kríggið, segði hon í samrøðu við Útvarpið í vikuni.
– Vit halda, at tað er ein skeiv avgerð, sum bara kann skapa størri neyð og oyðilegging, sigur landsstýriskvinnan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Almanna- og mentamálaráðið ætlar at gera eina meira smidliga skipan, so at pensjónin kann tillagast eftir inntøkum. Hon skal ikki longur verður goldin frammanundan, men ístaðin verða goldin afturúr
Tað hevur í eina tíð verið tosað um pensjón.
Eitt eru ætlaninar um at hækka pensjónsaldurin úr 67 ár upp í 70 ár. Hetta fer eftir øllum at døma at henda skjótt.
Men so er tað sjálv almannapensjónin og ymiskir tættir í henni. Tað eru nógv, sum hava víst á, at partar av pensjónini ikki geva nóg góða meining.
Almanna- og mentamálaráðið hevur nú sent eitt uppskot til ummælis um ymiskar broytingar í almannapensjónslógini. Tað skal eftir ætlan gera skipanina meira smidliga.
- Við lógaruppskotinum verða reglurnar viðvíkjandi um- og eftirrokning av fólkapensjón broyttar. Farið verður yvir til eina meira smidliga skipan, sum ger tað møguligt at tillaga pensjónina, so hvørt sum inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistinum broytast.
Harvið slepst undan stórum eftirrokningum til føroyskar fólkapensjónistar, og hetta fer at gera tað lættari hjá pensjónistum, ið hava eina inntøku aftrat fólkapensjónini, skrivar aðalráðið í fráboðan.
Við uppskotinum verður harafturat farið yvir til eina skipan, har pensjónin ikki longur verður goldin frammanundan, men ístaðin verður goldin afturút.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Hagstovan: 13,3 milliardir krónur útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar
Góðar 870 milliónir fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá august 2024 til juli 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hetta svarar til ein vøkstur á 7 prosent, skrivar Hagstovan í dag.
Trendurin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 165 milliónir størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta er ein vøkstur á 55 prosent.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við á leið 130 milliónir og 7,5 prosentum hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Menn eiga størra partin
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Av vøkstrinum á 870 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum. Tó var vøksturin 7 prosent fyri bæði menn og kvinnur samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir áttu helvtina av vøkstrinum við sløkum 440 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent. Samanborið við undanfarna tíðarskeið var lutfalsligi vøksturin tó eitt vet størri hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði við 7,9 prosentum ella 255 milliónum krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri
Í juli var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.058 krónur. Hetta eru 6,5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í juli fingu kvinnur 29.398 krónur í miðal, sum er 30 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.198 krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 8 prosentum hjá monnum og 4,7 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
Størsti lønarvøkstur í Sandoy
Tá hugt verður eftur útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar býtt á bústaðarøki sæst, at løntakarar búsidandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan tólv prosentum. Norðoya øki hevði minsta vøkstur við 4,2 prosentum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Umhugsa nú eina alternativa loysn við at seta upp dampketlar og leggja damprør ístaðin fyri streymkaðal
Stóra ætlanin hjá Bakkafrost og øðrum við Lambavík í Eysturoynni, hevur fingið ein dyggan frammaná. Sambært Degi og Viku hevur Bakkafrost nú loksins fingið svar frá myndugleikanum um ætlanina at seta upp eina stóra vindmylnulund. Eysturlund skuldi framleiða bíliga grøna orku til Havsbrún í Fuglafirði, men myndugleikarnir siga nei bæði til at seta vindmyllurnar upp og at flyta streymin.
Ætlanin varð løgd fram alment fyri skjótt tveimum árum síðani, og snúði seg um at seta 24 vindmyllur upp í haganum oman fyri Glyvrar. Leiðarin á Elveitingareftirlitinum, Ari Johanneson, segði við KVF, at støðan er tann, at tey hava viðgjørt umsóknina og eru komin til ta niðurstøðu, at loyvi kann ikki veitast til hesa stóru grønu ætlanina.
Regin Jacobsen sigur í eini viðmerking til avgerðina, at hon virkar óskiljandi, tí ætlanin er at framleiða damp á Havsbrún ístaðin fyri ta tungolju, sum í dag verður brúkt til framleiðsluna. Hann sigur, at endamálið við hesi verkætlan er at brúka ta orku vit eiga í Føroyum nevniliga vind, men tað sleppa teir nú ikki.
- Vit skulu til 2030 í okkara roknskapi vísa á, hvussu vit kunnu minka um útlátið við eini helvt. Hetta er ein stór avbjóðing fyri fyritøkuna, men hetta kann gerast við verkætlanini Eysturlund, har vindurin kann avloysa tungoljuna.
Ari Johanneson sigur við KVF, at skulu tey til at viðgera eitt loyvi, so má eitt útboð verða frammanundan. Tað er tað ikki. Hvat viðvíkur uppgávuna at leggja elnetkaðal, so er tað bara SEV, sum kann tað.
Bakkafrost hevur kært avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.
Stjórin á Bakkafrost er alt annað enn nøgdur við støðuna, serstakliga tá politikarar hava sagt, at vit við grønum tiltøkum skulu minka munandi um útlátið – og nú ein stór verkætlan, sum júst kann flyta okkum langt í grøna orkuskiftinum, verður løgd fram, so verður hon steðgað av somu politisku skipan.
Ein alternativ loysn sigur stjórin á Bakkafrost kann gerast, at tað verða settir dampketlar upp í fjøllunum, har ætlanin var at hava vindmyllur. Dampurin verður so fluttur víðari til Fuglafjarðar gjøgnum damprør.
Væntandi fer Føroya Kærustovnur at taka eina avgerð í málinum seinni í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2025
Høgni Hansen, sum eigur og hevur stjórnað samtakinum seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi nevndarformaður
Poul Hansen samtakið hevur framt ymiskar bygnaðarbroytingar og sett tveir nýggjar stjórar, sum skulu reka framtíðarvirksemið hjá samtakinum. Talan er um Báru Hansen og Tony Rasmussen. Høgni Hansen, sum eigur og hevur stjórnað samtakinum seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi nevndarformaður.
Poul Hansen samtakið hevur gjørt av at gera ymiskar bygnaðarbroytingar og hevur stovnað eitt nýtt holdingfelag, Poul Hansen Holding, við verandi partaeigara, ið síðan fer at eiga tvey ymisk partafeløg.
Annað verður Pf. Poul Hansen, ið fer at reka Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás og annað handilsvirksemi, meðan hitt verður Pf. Bryggjubakki, ið fer at fáast við íløgur, fastognir, dótturfeløg og annað virksemi.
Høgni Hansen verður arbeiðandi nevndarformaður fyri Pf. Poul Hansen og Pf. Bryggjubakki. Bjarne P. Bak, Rodmundur Nielsen og Bára Hansen verða nevndarlimir í báðum feløgunum.
Bára Hansen verður síðani stjóri fyri Pf. Bryggjubakki, meðan Tony Rasmussen verður stjóri fyri Pf. Poul Hansen.
Poul Hansen stovnaði fyritøkuna í 1927, og hevur hon sostatt skjótt 100 ára á baki. Fyritøkan hevur øll árini verið ein familjufyritøka, og verður tað nú fjórða ættarliðið, sum tekur við róðri saman við Tony Rasmussen
Bára Hansen og Tony Rasmussen hava bæði starvast i fyritøkuni tey seinastu nógvu árini og hevur Tony síðstu árini verið søluleiðari fyri Gastro.
Virksemið hjá Poul Hansen hevur fevnt breitt í næstan eina øld, og virkar fyritøkan enn innanfyri fleiri ymisk vinnuøki og vinnuáhugamál. Bygnaðarbroytingarnar er tí framdar fyri at einfalda bygnaðin og fyri at framtíðartryggja fyritøkuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Hálvársúrslitið hjá Trygd er ávirkað av metlágum skaðaútreiðslum. Eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður, og eingin størri skaðaódn hevur verið higartil í ár
Úrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 milliónir krónur, sum er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,1 milliónir eftir skatt.
Hóast tryggingarvirksemið er økt, vóru samlaðu skaðaendurgjøldini í fyrra hálvári tey lægstu í fleiri ár, og tað er hetta, ið speglast aftur í góða úrslitinum.
– Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum. Vit gleðast eisini vegna kundarnar, sum ikki hava verið raktir av eins nógvum skaðum og undanfarin ár. Tí hóast fólk eru væl tryggjað, er tað altíð ein smeitur fyri tann einstaka at verða raktur av skaða, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
Leiðslan er bjartskygd og væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum.
Sum skaðatryggingarfelag væntar Trygd tó ikki, at gongdin við metlágum skaðaútreiðslum fer at halda fram restina av árinum. Skaðagongdin í fyrra hálvári var óvanliga góð, og nú stendur heystið fyri durum. Vandin fyri skaðaódnum er størst um heystið og veturin. Harumframt kunnu aðrir stórir skaðar henda, og tí er enn ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast.
Roknskapurin í stuttum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2025
Jakob Dirksen, sum hevur drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er nýggjur nevndar formaður í Pf. Net. Hann tekur við eftir Hákun Steingrímsson, ið andaðist í síðstu viku, og sum hegnisliga røkti hetta starvið í fleiri ár
Nevndin í Pf. Net hevur skipað seg við Jakob Dirksen sum nevndarformanni, eftir at eykaaðalfundur var í Pf. Net hósdagin. Mimi Steintórsdóttir heldur fram sum næstforkvinna í nevndini.
Jakob Dirksen, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevur drúgvar royndir í fjarskiftisvinnuni – m.a. sum ráðgevi og sum leiðari á tekniskum infrakervisvirkjum og innan net- og trygdarstrategi. Hann hevur havt leiðandi starv innan virkisøkið, “Tøkni- og Strategi” hjá TDC NET í Danmark, har hann hevur staðið á odda fyri bæði 5G-útbyggingum, fipurverkætlanum og stórum umleggingum av net- og rakstrarstrukturum. Sostatt hevur hann stórt tøkniligt innlit í 5G-farnetið, sum í næstum formliga verður flutt úr Pf. FT Samskifti yvir í Pf. Net, og fipurnetið, ið Pf. Net framhaldandi fer at byggja út komandi árini.
Jakob Dirksen hevur eisini áður verið fakligur ráðgevi hjá Føroya Tele. Sostatt hevur hann sum serfrøðingur eina dygga fatan av, hvussu føroyski fjarskiftismarknaðurin er samansettur, har hann saman við restini av nevndini og dagligu leiðsluni skal tryggja, at P/F Net á neutralum grundarlagi gevur øllum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið.
Hákun Steingrímsson (1964-2025)
Sorgarkent formansskifti
Boðað var frá eykaaðalfundi í Pf. Net, eftir at syrgiligu boðini bórust í síðstu viku, at Hákun Steingrímsson, sum var nevndarformaður, var deyður einans 61 ára gamal.
Jakob Dirksen tekur við eftir ein nevndarformann, sum hevði eitt djúptøkið innlit í føroyska fjarskiftisheimin. Hákun Steingrímsson gav í mong ár á hegnisligan hátt sítt stóra íkast til bæði Pf. Net og Føroya Tele samtakið sum heild.
Hann var í fleiri ár formaður í samtaksnevndini í Føroya Tele – og eftir ein steðg í nevndararbeiðinum var hann nøkur ár seinni valdur til nevndarformann í Pf. Net. Hetta starvið røkti hann við neyvleika og eldhuga, til hann noyddist at lúta fyri herviligari sjúku.
Bjarni Arnason, samtaksformaður í Føroya Tele, takkar vegna alt samtakið Hákuni Steingrímssoni fyri hansara stóra arbeiði:
- Vit eru djúpt takksom fyri tey avrik, sum Hákun Steingrímsson leggur eftir seg í Føroya Tele. Hansara arbeiði og dugnaligu leiðslueginleikar vóru merkt av ábyrgd, vísdómi og virðing fyri samtakinum og tess týðandi leikluti í føroyska samfelagnum. Tankar okkara eru hjá familjuni og teimum, sum stóðu honum nær. Hákun Steingrímsson verður mintur við virðing og djúpum takksemi, sigur Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini.
Í nevndini í Pf. Net eru Jakob Dirksen, formaður, Mimi Steintórsdóttir, næstforkvinna, Símun Skaalum, Gudny Langgaard, Rúni Árting, starvsfólkavaldur nevndarlimur, Niels á Reynatúgvu, starvsfólkavaldur nevndarlimur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2025
Fimm trolarar hava seinastu tíðina verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og hóast fiskiskapurin er heldur lakari í ár enn hann var í fjør, er prísurin eitt vet hægri
Í Føroyum hava vit í løtuni fimm trolarar, sum fiska rækjur. Hjá trimum er hetta beinleiðis grundarlagið undir trolarunum, hóast teir kunnu fiska botnfisk eisini. Hesir tríggir eru Emerald, sum er nýggjasta rækjuskipið í flotanum, Arctic Viking og Hvítanes.
Enniberg og Emerald, sum Mortan Johannesen í Havn eigur, Akraberg hjá Framherja í Fuglafirði, Arctic Viking hjá JFK og Hvítanes hjá Thor eru alt trolarar, sum fiska rækjur.
Fyri nøkrum fáum árum síðani var føroyski rækjuflotin nirði á einum trolara, sum livdi av rækjufiskiskapinum, men vit kunnu fegnast um, at hesin parturin av flotanum er vaksin eitt sindur.
Í løtuni eru fýra trolarar á rækjuveiðu í Barentshavinum, meðan ein siglir heim til Føroya at landa rækjur.
Hvítanes (Savnsmynd: Egil Horn)
- Vit hava verið til fiskiskap í 61 dagar hendan túrin, so fiskiskapurin hevur ikki verið tann besti vit hava havt, sigur Thorfinn Johannesen, sum er skipari á Akrabergi hendan túrin.
- Vit hava 836 tons av rækjum, og vit hava landað allar rækjurnar í Føroyum, sigur Thorfinn víðari.
Skiparin á Akrabergi leggur tó aftrat, at hóast fiskiskapurin hevur verið lakari í ár enn í fjør, so hevur prísurin verði betri.
Akraberg kom til Føroyar í vikuni, og tá ið liðugt er at landa skal skipið skifta fólk áðrenn tað fer aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum.
Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Umborð á Emerald er Jákup Joensen skipari, og hann sigur tað sama sum Thorfinn Johannesen.
- Vit liggja um eini 13 tons í miðal um samdøgrið, og tað er galandi fyri øll skipini, sum eru á rækjuveiðu her, sigur Jákup Joensen.
Skiparin á Emerald leggur aftrat, at hjá teimum er talan um dag 52 umborð tá ið vit fingu orðið á hann mánakvøldið, og hann sigur víðari, at sama tíðarskeið í fjør lógu skipini um 21 tons um samdøgrið.
Jákup sigur eisini at veðrið spælir ein stóran part av rækjufiskiskapinum. Seinastu tíðina hevur nógvur mjørki verið á leiðini, og sólin hevur einans skinið í fýra til fimm dagar á túrinum.
Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vanliga plaga rækjuskipini at landa veiðuna í Noregi. Arctic Viking landaði fyri knapt 14 døgum síðani 470 tons av rækjum í Tromsø.
Eirikur Magnussen var skipari síðsta túr, men eftir at Arctic Viking hevði landað, skifti skipið eisini fólk, og Niklái Petersen er nú skipari.
Arctic Viking (Savnsmynd: Emil Petersen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Talan er um nýggjan virkisbygning, sum Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag byggir saman við Motorsavninum
Danski grunnurin, Lokale og Anlægsfonden, ger í hesum tíðum nógv burtur út at stuðla verkætlanum, sum hava samband við virksemi í tilknýti til sjógvin.
Grunnurin, sum fyrr eitt nú hevur stuðla nýggja neystinum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, veitir nú enn einum føroyskum róðrarfelag eina milliónaupphædd.
Talan er um 6,2 milliónir til verkætlanina Drivið í Hvannasundi, sum er nýggja neystið og virkishúsið, sum Norðdepils/Hvannasunds Róðrafelag byggir saman við motorsavninum á staðnum.
Lokale og Anlægsfonden greiðir í tíðindaskrivi í dag frá, at grunnurin hevur sett sær fyri at skapa meira lív fram við strendurnar við at stuðla verkætlanum, sum betra um møguleikan hjá fólki at fáa atgongd til hav og vøtn.
Og ein av verkætlanunum, sum nú verða stuðlaðar, er Drivið í Hvannasundi.
Sí eisini: Myndir: Spakin settur í til Drivið
Danski grunnurin skrivar soleiðis um Drivið:
Felagshúsið Drivið
“Í Hvannasundi skal eitt nýtt felagshús gerast – ein uppihaldsstova fyri alt fólkið – sum skal lætta um hjá fólki at taka fyrsta fetið út í náttúruna. Har verður eitt felagsrúm til fundir og almenn tiltøk, fittness rúm, verkstaður, skiftingarrúm, sauna og goymsluhøli.
Møguleikarnir verða nógvur – rógving, havsvimjing, kajakrógving, ‘paddleboarding’, kaving, súkkling, gongutúrar, verkstovur, dansur, sangur og borðhald. Húsið væntast at verða brúkt av feløgum og borgarum í økinum, skúla og dagstovni.
Bygningurin verður lagdur inn í landslagið í tilfari, ið hóskar til litirnar í umhvørvinum og í eini styrki, sum hóskar til harða føroyska veðrið.
LOA stuðlar verkætlanini við 6,2 milliónum krónum. Samlaða kostnaðarmetingin er næstan 18,7 milliónir krónur. Ráðgevi/arkitekt: Spektrum Arkitekter.”
Spektrum Arkitekter er eitt arkitektavirki í Keypmannahavn, ið arbeiðir nógv við at gera miðdeplar við tilknýti til sjógvin.
Meira um Drivið á Facebookvanganum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Fyrsti skúladagur var mikudagin
Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. Mikudagin var fyrsti skúladagur fyri nýggjum næmingum og lærlingum.
314 næmingar byrja í ár á einum av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.
198 næmingar og lærlingar byrja á einum av breytunum á yrkisnámi í ár. Hesar eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædna, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil. Fimm næmingar byrja eisini á serbreytini á Glasi í ár.
Á hægri námi byrjar eitt hold við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á partíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Høvuðsumvælingin er á gáttini. Innbúgviog lutir verða latnir til Dugna - til almannagagnligt endamál. Menninir hjá Mjølni hava hjálpt við at tøma
Í sambandi við at starvsfólkabygningurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal høvuðsumvælast í næstum, verður alt innbúgvið í bygninginum nú tikið út.
Tað er alt húsarhaldsinnbúgv, so sum sengur, kommodur, stólar og borð – umframt ymisk køksting.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Ungi maðurin hevði ikki framt nakað brotsverk í Føroyum, men hann hevði tað heldur ikki so gott
Løgreglan boðar mikudagin frá, at tey vóru í ferð við at hjálpa einum amerikumanni av landinum.
Hetta er í samstarvi við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og amerikanskar myndugleikar.
Vaktleiðarin greiddi frá, at talan var um ein ungan mann, sum hevði verið í Føroyum í nakrar dagar. Hann hevði ikki framt nakað brotsverk, men hevði ymsar trupulleikar at dragast við.
Talan er sálarligar og praktiskar trupulleikar: Maðurin hevði heilt lítið av pengum á kortinum, og tær nakrar túsund krónurnar í US-dollarum, sum persónurin hevði uppi á sær, kundu ikki vekslast, orsakað av reglunum um hvítvasking.
Maðurin fór í fyrsta umfari til Danmarkar við flogfari mikudagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Drós, sum er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur síðani hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd, tekur við starvinum 1. september
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Drós í Ólavsstovu í starv sum ráðgeva í Mat- og tilfeingishúsinum.
Drós er útbúgvin fiskivinnutøkningur, og hevur síðani hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. Hon hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir í virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum.
Fremsta uppgávan hjá Drós verður at menna kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning í góðum samstarvi við granskarasetrið iNOVA, sum virkar undir liðini á nýggju menningareindini, í bygninginum hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum í Havn. Bygningurin, sum helst er mest kendur fyri at hava hýst Rúsdrekkasølu landsins, hevur seinastu mongu árini verið karmur um eitt tvørfakligt granskingarumhvørvi fyri biotøkni.
– Vit skulu fáa mest møguligt burtur úr okkara rávørum; minka matspill, økja sjálvbjargni og menna nýggjar burðardyggar vørur, so Føroyar gerast eitt fyrimyndarsamfelag, har einki tilfeingi fer til spillis, sigur Drós í Ólavsstovu.
Nevndin fyri granskarasetrið iNOVA hevur nú valt at leggja størri dent á at menna nýggjar vørur úr okkara ríka tilfeingi. Henda nýggja strategiin hóskar sera væl til ætlanirnar hjá bæði Vinnumálaráðnum um at menna fleiri landbúnaðarvørur og hjá Fiskimaálaráðnum um at røkka fulla gagnnýtslu og fáa størri virði úr tilfeinginum úr sjónum.
Drós tekur við starvinum 1. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Beinir Bergsson verður formaður í málráðnum, ið skal sita fram til 31. juli 2029
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur tilnevnt nýtt málráð, sum skal sita frá 1. august 2025 til 31. juli 2029.
Almanna og mentamálaráðið boðar frá, at hesi eru tilnevnd:
Beinir Bergsson, MA í týskum máli og bókmentum, BA í ritlist, rithøvundur og týðari, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt hann til formann.
Lena Reinert, BA í føroyskum, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt hana til næstforkvinnu.
Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókamiðsøluni, fyrrv. lærari og stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, valdur av landsstýrismanninum.
Iben Nyholm Debess, MA í málvísindum, ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari á Máltøknideplinum, vald av landsstýrismanninum.
Hjalmar P. Petersen, Dr.phil., professari í málvísindum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Sigmund Jógvansson, MA í føroyskum, lærari, eftir tilmæli frá Felagnum Føroyamál.
Sonja Winthereig, MA í føroyskum, hjánám í russiskum, námsætlanarstarvsfólk á Námi, eftir tilmæli frá Námi.
Edny Poulsen, sernámsfrøðiligur ráðgevi í teknmáli (tekn til talu), teknmálstulkur, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum og HOYR.
Sanna A. Dahl, MA í bókmentavísindum, BA í íslendskum, hjánám í føroyskum, ritstjóri, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Bergur Rasmussen, lærari, rithøvundur og týðari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Solby A. Christiansdóttir, BA í føroyskum, journalistur, eftir tilmæli frá Mentanargrunni Landsins.
Sambært lógini um málráð tilnevnir landsstýrismaðurin ellivu umboð í Málráðið, sum skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Við hesi skipan verður tryggjað, at Málráðið er breitt og umboðar ymiskar fatanir.
Limirnir í Málráðnum verða tilnevndir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar tilnevnir landsstýrismaðurin forfólk og næstforfólk. Í hesum setanarskeiði hevur Eirikur í Jákupsstovu tilnevnt Beinir Bergsson til formann og Lenu Reinert til næstforkvinnu. Lena Reinert og Bergur Rasmussen hava sitið eitt skeið frammanundan, annars eru allir limirnir nýggir.
Landsstýrismaðurin hitti nýggja Málráðið á fundi í Almanna- og mentamálaráðnum í gjár. Hann fegnaðist um tey stóru tøkini, ið eru tikin undanfarnu árini, har m.a. Stavsetingarorðabókin og nýggj heimasíða komu undir land.
Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, undir hesum føroyska teknmálið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.
Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.
Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Gamal kenningur tekur við aftur. Pauli var leiðari fyri Staðið í 12 ár frá 2008 til 2020
Vestmanna kommuna hevur sett Paula Magnussen í starv sum ungdómsleiðari. Kommunan søkti í juli eftir leiðara til ungdómshúsið Staðið – og tað verður ein gamal kenningur, sum nú aftur fer at leiða ungdómshúsið í bygdini.
Pauli Magnussen var nevnliga ungdómsleiðari hjá Vestmanna kommunu í 12 ár, frá 2008 til 2020.
Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars.
Leiðarin fyrireikar og leggur dagarnar til rættis, og hevur dagliga samskiftið við tey ungu og myndar húsið úteftir. Afturat leiðaranum eru dugnalig starvsfólk, og tað eru altíð tvey starvsfólk til arbeiðis samstundis.
Í vetur hevur Staðið opið fyri 4.- 6. flokki tveir seinnapartar um vikuna og fyri 7. flokki upp í 17 ár fýra gerandiskvøld um vikuna, umframt nøkur leygarkvøld um árið, skrivar Vestmanna kommuna.
Staðið letur upp aftur í september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Nærum alt, sum UB40 ikki hevði fríggjakvøldið, hevði DJ Ötzi á Vágsbøi leygarkvøldið
"Danke schön" segði 54 ára gamli DJ Ötzi á Vágsbøi í Klaksvík leygarkvøldið. Og vit kundu bara siga tað sama. Takk fyri.
Alt sum reggaebólkurin UB40 manglaði fríggjakvøldið á ársins Summarfestivali, hevði plátuvendarin í hvítu topphúgvuni á Vágsbøi á seinasta kvøldinum. Ein framúr konsert, har lív var í nærum frá byrjan til enda.
Serliga tá stóru løgini "Sweet Caroline" og "Hey Baby" vórðu spæld, var veruliga gongd í, men hesi eysturríksku fólkini skiltu eisini at halda lív í fjøldini undir konsertini.
Erik Biskopstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, segði í samrøðu við FM1 fyrr um kvøldið, at tey raka keðiligt veður sjeynda hvørt ár. Leygarkvøldið var í øllum førum gott veður. Tað var stilt og turt í Klaksvík, og framúr gott konsertveður.
Sí samrøðu við Erik Biskopstø: - Raka keðiligt veður umleið sjeynda hvørt ár
Myndir: Jens Kr. Vang
Fleiri myndir frá Summarfestivalinum:
Silvaland á Summarfestivalinum
Høvuðsnavnið fríggjakvøldið hevur verið á palli
Fríggjakvøld á Summarfestivalinum
Seinasti dagurin á Summarfestivalinum skotin í gongd
Leygarkvøld á Summarfestivalinum
Video: Her kókar Vágsbøur (Dynamitt)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2025
Elsa Berg setur stevnuna klokkan 14 í dag, men longu í gjárkvøldið byrjaðu tiltøkini í Nólsoy
Hetta vikuskiftið er aftur Ovastevna í Nólsoy. Skráin er rúgvismikil við tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Stevnan verður alment sett leygardagin klokkan 14. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir stevnuna. Tó byrjaðu tiltøkini longu í gjárkvøldið, eitt nú við ovastevnu-quis, sum tingmaðurin Karlot Hergeirsson skipaði fyri.
Morgundypp á Malarenda
Í morgun er møguleiki at dyppa. Á Malarenda ber til hjá børnum og vaksnum at vassa, svimja, skvatla og stuttleika sær. Møguleiki er at skifta í einum neysti beint við. Morgundypparar úr Nólsoy bjóða dyppi-temunn og kaffi.
Í kvøld kl. 22 er hugnaligur felagssangur á bryggjuni. Sangheftið fæst á staðnum áðrenn sangløtuna og á kor.fo.
Í sambandi við Ovastevnuna siglir Ternan heldur øðrvísi. til ber at síggja meira á ssl.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Stóri dagurin er í dag - Dagfinn Olsen setur Ljósfestina. Hetta er fimta árið á rað, at Vágs kommuna heldur Ljósfest í nýggja haminum
Hetta vikuskiftið er Ljósfest í Vági. Talan er nú um eitt árligt tiltak aftur - eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki.
Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum.
Vágs kommuna skrivar, at hetta var fyri at hátíðarhalda fyrsta el-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.
100 ára hald saman við Sev
Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk vóru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum.
Ljósfestin í ár er sostatt tann fimta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.
Ljósfestin í ár byrjaði í gjárkvøldið og endar í morgin.
Dagfinn Olsen setir Ljósfestina í tjaldinum í kvøld klokkan 18.30. Í kvøld verður nógvur tónleikur. Kl. 19 spæla Lív og Tróndur, kl. 19.30 Signar í Homrum, kl. 20 Janus Wiberg, kl. 21.30 Section, kl. 22.30 Marius Ziska, kl. 23.30 Hvarv og kl. 00.30 Danny & the Veetos.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Byrjað verður við fernisering fríggjadagin 22. august. "Eftirmyndir" verður sum framsýning til fyrst i november
22. august bjóðar Listasavn Føroya til framsýning við verkum eftir listamannin Jens Dam Ziska.
- Í mong ár hevur hann sýnt fram verk við áhaldandi dygd og menning. Seinastu árini hevur Jens Dam Ziska arbeitt við málningum í stórum formati. Hetta verður fyrsta stóra savnsframsýningin hjá honum og fyrstu ferð, at stóru verkini verða sýnd fram í Føroyum.
Framsýningin eitur “Eftirmyndir”. Verkini hjá Jensi Dam Ziska lýsa ikki sjálva hendingina, men myndir, sum standa eftir. Tað vil siga eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði.
- Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var – eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.
Málningarnir taka støði i siðbundnari málningalist, men skilja seg burturfrá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu. Listamaðurin eygleiðir og avmyndar nærumhvørvið við samtíðarbrillum og einum altjóða dámi. Hann arbeiðir fjølbroytt við formi og tøkni og bjóðar støðugt siðvenjuni av. Fleiri av myndevnunum koma frá fotomyndum, ið hann brúkar sum eitt amboð til at skráseta motivini. Í tilgongdini syndrar hann fotomyndirnar og leggur afturat við tekning og grafikki.
Verkini mynda oftast støð, ið hava serligan týdning fyri listamannin. Hann umsetir hesi støð til abstraktar kompositiónir. Grafisk skap sveima og pulsa í litføgrum samljóði og skapa eitt slag av vektloysi, sum samstundis er væl grundað í geometriskum samansetingum. Hetta er eitt nýtt føroyskt landslag, ein nýggj føroysk innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og altjóða. Eitt føroyskt myndevni, ið er partur av altjóða rákum og ávirkan.
Framsýningin er opin frá fríggjadegnum 22. august til 2. november
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Við einum leikriti, ið hevur vakt ans kring allan heimin, fer Det Ferösche Compagnie at bjóða føroyska áskoðaranum inn í eina djarva frásøgn um rættvísi, vald, sannleika og kynsligan harðskap. Leikurin verður frumsýndur 13. september
“Prima Facie” er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum, Suzie Miller. Leikurin hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt sterka og samfelagsviðkomandi innihald. Í miðdeplinum er Tessa – ein kvinnuligur sakførari, sum hevur bygt sína lívsleið upp á trúnna á lóggávu og rættvísi. Men tá hon sjálv verður fyri einum harðligum broti, verður hon noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.
Det Ferösche Compagnie setur leikin upp í tøttum samstarvi við bretska leikstjóran, Matthew Richardson. Sjónleikarabólkurin hevur arbeitt saman við Matthew áður á rósta leikinum “Lear Kongi”. Matthew hevur drúgvar royndir sum leikstjóri, og hevur vunnið fleiri virðislønir.
Kristina Sørensen Ougaard spælir høvuðsleiklutin, Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt.
Umframt at seta upp stórar klassikarar og skapa egin verk, fer Det Ferösche Compagnie, DFC, undir nýggjan leist: At seta upp nýskrivaðar leikir, sum verða spældir á leikhúsum kring knøttin. DFC vil, at tann føroyski áskoðarin kann uppliva nýskrivaðan dramatik á høgum støði, sum verður spældur úti í heim, um somu tíð sum her heima. Við hesum vilja vit verða ein partur av tí stóru globalu samrøðuni.
Leikurin verður frumsýndur 13. september 2025 í Perluni í Tórshavn.
- Eg las hetta leikritið í flogfarinum á veg aftur úr London, aftan á vit høvdu framført ‘Castle of Joy’ við DFC á The Barbican. Eg fekk ikki lagt handritið frá mær, fyrr enn eg hevði lisið tað liðugt, og tað hevur sitið í mær líka síðani, sigur Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari.
Fakta um leikin:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Orsøkin er broyttar umstøður og hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum Cirkus Baldoni plagar at brúka, skrivar Cirkus Baldoni í tíðindaskrivi
– Síðan 2007 hevur Cirkus Baldoni á hvørjum ári vitjað 10 bygdir í Føroyum - frá Klaskvík til Suðuroy - við framførslum fyri barnafamiljum. Tilsamans hava túsundatals føroysk børn og vaksin gjøgnum 17 ár upplivað René Baldoni og hóp hansara á oyggjunum. Men í 2025 verður eingin rundferð.
Soleiðis skrivaði Cirkus Baldoni í tíðindaskrivi sunnudagin.
– Orsøkin er broyttar umstøður og stórar hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum Cirkus Baldoni plagar at brúka.
– Í Tórshavnar kommunu eru hallirnir hjá kommununi - burtsæð frá høllini í Kollafirði - bert ætlaðar ítrótt. Kommunan vísir í staðin til nýbygdu privatu høllina við Tjarnir, sum er fimm ferðir dýrari at leiga enn Høllin á Hálsi, har Baldoni áður hevur framført. Har er søla av poppkorni og candyfloss heldur ikki loyvd. Í Runavík og á Skála er hallarleigan økt við 240 prosentum í mun til í fjør.
Hallirnar í Havn, í Runavík og á Skála standa vanliga fyri umleið helvtini av føroyska umsetninginum, og tá Cirkus Baldoni samstundis hevur stórar ferðaútreiðslur, fáa tey tað ikki fíggjarliga at hanga saman, sigur René Baldoni, sirkusstjóri.
– Tað er sera harmiligt, at vit ikki kunnu halda fram við siðvenjuni í ár. Men vit geva ikki upp, og vit vóna at koma aftur í 2026, skrivar Cirkus Baldoni.
Eitt annað stórt danskt Sirkus, Cirkus Arena, hevur hinvegin boðað frá, at tey nú koma aftur til Føroya, og framførslan verður við Tjarnir. Les:
Cirkus Arena við Tjarnir í september
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2025
Týdningarmið at føroyingar fylgja við, hvat hendir á oljuøkinum hinumegin markið heldur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum
Spurningurin um oljuleiting og orkuvirksemi báðu megin markið millum Føroyar og Bretland varð eisini partur av viðgerðini av røðu løgmans á ólavsøku, tó at hetta ikki fylti so nógv undir allari viðgerðini.
Tað var sertakliga tingkvinna Fólkafloksins, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum vísti á týdningin at skunda undir leitingina eftir olju og gassi og heitti á landsstýrið um at seta í verk tiltøk til tess at økja um áhugan fyri leiting.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna her á tiltaki á Hotel Hilton um stóru olju- og gasskelduna Rosebank eystan fyri markið, saman við Richard Mortensen frá Mest (Mynd: Jan Müller)
Hon spurdi landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum, um ikki tað hevði verið skilagott at hugt eftir olju- og gasstilfeingi í undirgrundini til tess at útvega nýggjar inntøkur og arbeiðspláss.
- Hevur Ruth Vang hugsað um at víðka um møguleikarnar so vit fáa fleiri inntøkur og harvið gera køkuna størri og har m.a. Suðuroyartunnilin uppá sikt kann gera, at vit fara eftir oljuni, sum er okkara megin markið?
- Tað er sera týdningarmikið at fylgja við tí virksemi, sum hendir hinu megin føroyska markið, og um tað visir seg at vera meira aktuelt aftur at leita eftir olju i føroyskum øki, tá haldi eg, at tað hevði verið upplagt at gjørt Suðuroynna til ein oljudepil, og tá blívur tað heilt átrokandi at fáa gjørt ein Suðuroyartunnil, og hvør veit, kanska fara tingini at loysa seg av sær sjálvum fyri okkum eisini við Suðuroyartunnlinum, segði Ruth Vang.
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum rúnarbindur og hugtekur vinnulívsfólk á tiltaki í Føroyum í fjør, sum umrøddi møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at veita tænastur til útbygging av stóru Rosebank kelduni hinumegin markið (Mynd Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2025
Føroysk sendinevnd við landsstýrismanninum Bjarna Kárasyni Petersen á odda hitti Frank Strang á kanningarferð í Hetlandi í mars
Júst sum seinasta stig varð tikið til at gera verkætlanina við rúmdarútskjótingarstøðini Saxavord Spaceport á Unst í Hetlandi til veruleika við fyrstu útskjótingini av raket við fylgisveini, rakti hervilig sjúka odda- og undangongumannin aftanfyri verktætlanina, Frank Strang. Hann doyði í vikuni.
Hann slapp tí ikki at síggja úrslitið av sínum skjótt 10 ára fyrireikingararbeiði at gera Hetland til fyrsta staðið í Evropa til útskjóting av smærri rakettum við fylgisveinum. Fyrsta útskjótingin varð á skránni til í heyst.
Føroyska ferðalagið, sum vitjaði rúmdarstøðina í mars í ár. Frank Strang uttast til høgru greiðir heilhjartaður frá hesi spennandi og "uniku" verkætlan (Mynd: Jan Müller)
Tað eydnaðist tó einum føroyskum ferðalag at hitta henda sjáldsama og ævintýrkenda íverksetan í mars, tá 12 vinnulívsfólk úr Føroyum vitjaðu í Unst, har Saxavord Spaceport liggur.
Ein eldhugaður og engageraður Frank Strang roynir at sannføra føroyska landsstýrismannin um týdningin, sum Saxavord Spaceport eisini kann hava fyri Føroyar og føroyska rúmdarvinnu (Mynd: Jan Müller)
Johan Mortensen frá ráðgevarafyritøkuni Baldur hevur nú í eina tíð havt tætt samband við Frank Strang, og var teirra vinskapur eisini íblástur til føroyingar at fara til Hetlands at síggja við egnum eygum, hvat hendir á Unst so tætt við Føroyar.
Johan Mortensen frá ráðgevarafyritøkuni Baldur saman við oddamonnunum í Articon á vitjan á Saxavord Spaceport í Hetlandi
Ætlanin við vitjanini varð eisini at kunna seg um møguleikarnar at tengja Føroyar uppí verkætlanina við at vera móttøkustøð fyri data frá fylgisveinum, sum væntandi verða uppsendir í framtíðini og allir hava kós yvir Føroyar.
Áhugin hjá Johan Mortensen fyri hesi sjáldsomu verkætlan varð eisini orsøk til eitt sera tætt vinarlag millum teir báðar.
Frank Strang var altíð blíður og fyrikomandi og royndi at vísa umverðini týdningin við hesi fyrstu evropeisku rúmdarstøðini.
Johan Mortensen, sum arbeiðir íðin fyri at fáa Føroyar við í rumdarvinnuna, her á rúmdarstøðini á Unst í Hetlandi
Seinasta nýggja um virksemið á rúmdarstøðini í Hetlandi er, at ein bretsk fyritøka herfyri fekk loyvi frá bretskum fyritøkum sum tann fyrsta yvirhøvur at kunna brúka Saxavord Spaceport til at senda upp smærri fylgisveinar.
Ætlanin var at føroyingar skuldu vera til stadar saman vid Frank í heyst, tá fyrsta útskjótingin verður frá Unst, helst í november. Henda ætlan er ikki slept, og er ætlanin, at eitt føroyskt ferðalið fer til Hetlands tá.
Johan Mortensen sigur við orkan.fo, at missurin av Frank er tungur – ein slóðari og sum sýnir i verki, at um tú hevur ambitiónir og drive, hvat kanst tú tá ikki fáa av skafti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2025
Vælumtóktur danskur heilaserfrøðingur fekk eitt dánilsi á veg heim á súkklu, og doyði
Hann er næstan meira kendur sum væltumtókt sjónvarpspersónligheit og fyri at vera stóribeiggi Anders Lund Madsen.
Men Peter Lund Madsen var útbúgvin lækni, og var serfrøðingur í mannaheilanum. Hann gjørdist doktari fyri sína gransking av blóðumferðini í heilanum og av broytingum í heilanum á ymsum tilvitanarstigum.
Mánadagin doyði Peter Lund Madsen, 65 ára gamal. Danskir miðlar skriva, at var á veg á súkklu úr Havnsø til Keypmannahavnar, tá hann eftir øllum at døma fekk eitt dánilsi. Fólk komu fram á hann við vegjaðaran, og sendu boð eftir hjálp. Hann varð fluttur til Ríkissjúkrahúsið við tyrlu, men var deyður, tá hann kom fram.
Peter Lund Madsen gjørdist kendur í danska almenninginum, tá hann í 1998 gjørdist vertur í eini sjónvarpssending hjá DR við heitinum ‘Hjerne-Madsen’, og síðan hevur navnið hingið við honum. Peter Lund Madsen hevði óvanliga góð evni at miðla vísundalig evni, so at tey kundu skiljast av øllum. Fyri hesa serliga gávu hevur hann millum annað verið heiðraður við Rosenkjær-heiðurslønini, sum verður givin vísundafólki, sum megna at miðla trupul vísundalig evni. Hann hevur eisini fingið donsku móðurmálsvirðislønina.
Hann hevur verið virkin í fleiri ymsum útvarps- og sjónvarpssendingum, eisini saman við lítlabeiggjanum, Anders Lund Madsen.
Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur. Aktuelt skuldi ein nýggj bók hjá honum, ‘Mysteriet om den sovende hjerne’ koma út 11. september. Nú er óvist um bókin kemur út sum ætlað, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Eagle S dró akkerið 90 kilometrar eftir havbotninum og gjørdi skaða á fimm sjókaðlar millum Finnland og Estland
Ákærumyndugleikin í Finnlandi hevur avgjørt at reisa ákærur í sambandi við sabotasju móti sjókaðlum.
Ákærur eru reistar móti einum skipara og tveimum yvirmonnum umborð á skipinum, sum verður hildið at vera orsøk til at skaði kom á fimm sjókaðlar millum Finnland og Estland í desember í fjør. Allir tríggir nokta seg sekar.
Partur av russiska skuggaflotanum
Talan er um oljutangaskipið Eagle S, sum eisini er undir illgruna fyri at vera partur av russiska skuggaflotanum, og sum siglir undir flagginum hjá Cookoyggjum.
ES setti í mai mánaði Eagle S á sín lista yvir skip, sum samveldið hevur illgruna um at vera partur av russiska skuggalotanum, og tí eru umfatað av handilstiltøkunum móti Russlandi. 444 skip eru nú á hesum listanum, skrivar DR.
Sambært finska ákærumyndugleikanum dró Eagle S akkerið eftir havbotninum, og framdi skaða á Estlink-2-elkaðalin og fleiri samskiftissambond millum Finnland og Estland 25. desember.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at skipið dró akkerið í 90 kilometrar, og hevur á tann hátt framt skaða á fimm sjókaðlar. Kostnaðurin fyri at umvæla kaðlarnar liggur um 60 milliónir evrur.
Umframt at nokta seg sekar, so vísa teir tríggir yvirmenninir á, at teir ikki halda, at Finnland hevur heimild at reisa ákærur móti teimum, tí skaðarnir hendu uttan fyri finskt sjóumveldi.
Estlink 2-kaðalin kann nøkta umleið helmingin av øllum eltørvinum hjá Estlandi á vetri. Hann er um 145 kilometrar langur og liggur í 90 metra dýpi, har tað er djúpast.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Russland er undir illgruna fyri at gera seg inn á undirsjóvarkaðlar. Líknandi mál hava verið í Noregi, har ein kaðal við Svalbarð slitnaði.
Sambært NRK sigldi ein russiskur trolari aftur og fram yvir kaðlinum 40 ferðir á ein hátt, sum serfrøðingar meta, einki hevði við fiskiskap at gera.
Norska løgreglan hevur tó slept tí málinum, skrivar DR.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2025
Sambært ísraelska herinum hevði journalisturin tilknýti til Hamas
Sunnudagin varð ein journalistur hjá arabiska miðlinum, Al Jazeera, dripin í einum álopi á Gaza bý, upplýsir ísraelski herurin.
Talan er um 28 ára gamla Anas al-Sharif, sum sambært ísraelska herinum var partur av Hamas-rørsluni.
Ísraelski herurin sigur m.a., at al-Sharif hevði ábyrgdina av einum rakettálopi móti ísraelskum sivil- og herfólki, skrivar Ritzau.
Al-Sharif var í einum tjaldi, sum var ætlað journalistum uttan fyri al-Shifa sjúkrahúsið, tá hann varð raktur í álopinum, sum sambært sjúkrahússtjóranum var eitt málrættað álop.
Í minsta lagið sjey fólk lótu lív í álopinum. Millum teirra vóru tveir journalistar og trý myndafólk.
Sambært Al Jazeera hava níggju av teirra journalistum latið lív í ísraelskum álopum síðan 7. oktober 2023, tá kríggið byrjaði.
Ísrael hevur lagt Al Jazeera undir at samstarva við Hamas, og fremja partískan tíðindaflutning. Tað er Katar, sum eigur og fíggjar miðilin. Katar hevur meklað í samráðingunum um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
KÍ og Víkingur taptu útidystirnar í Conference League hóskvøldið 2-0 eftir 90 minuttir. Hjá KÍ gekk púra galið síðstu tíggju minuttirnar - síðani fór tað allan vegin til brotssparkskapping, og har var Neman Grodno tað stinnari
Tað gjørdist eitt tungt og keðiligt kvøld fyri føroyskan fótbólt, har bæði liðini í 3. umfari í Conference League mistu sínar leiðslur frá heimadystunum og fóru út.
Serliga hjá oddaliðnum í Betrideildini var tað stórt vónbrot, tí KÍ stóð við einari samanlagdari tvey-máls leiðslu á uttanveltaðum vølli, tá 79 minuttir vóru spældir.
Víkingur og KÍ stríddust til tað síðsta í heldur ókendum umstøðum, men tvey Linfield-mál innan 18 minuttir gjørdust avgerandi í Belfast, og seks marruminuttir seint í vanligu leiktíðini í Ungarn og síðani brotsspørk gjørdu av við KÍ, sum eisini fekk reytt kort í longdu leiktíðini.
Troyttir og knústir KÍ'arar eftir at dreymurin um play-off plássið brast (Skíggjamynd: KÍ-Varpið)
Lótu marginalar verða avgerðandi í Ungarn
Eins og í 2. hálvleiki á Tórsvølli, skapti KÍ lítið frameftir hóskvøldið, hóast pláss var. Tað gjørdist heldur óneyvt. Tað var tó týðiligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at verja, og at eksplosivar atgerðir frameftir vøllinum kundu kosta.
Tað sá eisini út til at eydnast væl í 79 minuttir, tí Neman Grodno hevði sum so bert ein stóran málmøguleika. Støðan var framvegis 2-0 samanlagt, tá ein nærum vandaleys støða endaði við máli: Innlegg úr høgru, Daniel Johansen var uppá pláss, men hann satsaði við at bringa bóltin til málverjan Sebastian John. Tað gekk fullkomiliga galið, og so var veruligur spenningur í.
Fimm minuttir seinni ruddaði KÍ eitt sindur burtur, men eitt skot kom av brotsteigarmarkinum og tað fór umvegis ein KÍ' spælara í málið til 2-0: Javnleikur samanlagt.
Nú merktist tað, at Odmar Færø var farin skaddur av vølli tíðliga, og at menn sum René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Páll Kletsskarð vóru farnir av vølli. Eisini merktist harði dysturin og hitin. Fyriuttan eina lítla løtu í longdu leiktíðini, var tað næstan rein yvirlining hjá KÍ í slavnu luftuni og trýstinum frá Neman. Tað gjørdist heldur ikki lættari, tá Mads Boe Mikkelsen í 113 mintti varð útvístur fyri eina stempling.
KÍ helt til brotssparkskappingina. Harvið kom tað aftur til marginalar. Tá endaði Patrik Johannesen, sum hevði stríðst og strevast í 120 minuttir, sum tann einasti av teimum tíggju, ið brendu. Tvøramaðurin skeyt framvið málið. Sebastian John var ikki nær námind nøkrum skotið hjá Neman, og evropeiska summarið KÍ er brádliga av - sjálvt um tað als ikki var neyðugt.
Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august
Neman Grodno - KÍ 2-0 (0-0) 7-6 eftir brotssparkskapping
80' 1-0 Gulzhigit Borubaev
85' 2-0 Yuri Pantia (Yegor Zubovich)
Reytt kort: Mads Boe Mikkelsen 113
Brotssparkskapping:
0-1: Árni Frederiksberg
1-1: Yegor Parkhomenko
1-1: Patrik Johannesen (brennir)
2-1: Yuri Lokchov
2-2: Jákup Andreasen
3-2: Yegor Zubovich
3-3: Daniel Johansen
4-3: Maksim Kravstov
4-4: Gilli Sørensen
5-4: Valon Ahkedi
KÍ: Sebastian John - Gaston Tellechea, Deni Pavlovic (106' Martin Gonzalez), Odmar Færø (11' Gilli Rólantsson), René S. Joensen (81' Dávid Andreasen), Jákup Andreasen, Hallur Hansson (61' Daniel Johansen), Jóannes K. Danielsen (106' Claes Kronberg), Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð (81' Mads Boe Mikkelsen)
Linfield-trýstið í 1. hálvleiki gav úrslit
Í Belfast kom Linfield, sum væntað, við stórum trýstið, sum Víkingur, nú mannað við fimm-mans verju, skuldu royna at standa ímóti.
Heimaliðið rakti yvirleggjaran og stongina, áðrenn tað bragdaði. Kieran Offord snýtti snilt tveir víkingar, og stutt uttan fyri brotsteigin, nakað til høgru, smekkaði hann til. Skotið var so hart og knapt, at Bárður á Reynatrøð í málinum ikki náddi at reagera.
Stutt fyri steðgin kom Linfield heldur lættliga afturum allar víkingarnar. Ikki rangstøða, Bárður var fyri í fyrstu syftu, bólturin leysur og Ari Olsen fekk onkursvegna ikki beint hann annan vegin enn í málið.
Víkingarnir iðra seg eftir 2-0 málið, sum kom stutt fyri steðgin. Hetta gjørdist at enda avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var tunt, men áðrenn steðgin hevði Poul Kallsberg rakt yvirleggjaran. Víkingur fekk eisini flutt spælið longur fram, og skapt nakrar støður í 2. hálvleiki. Tað tættasta var, tá Arnbjørn Svensson fekk skot á eftir frísparksinnlegg hjá Sølva Vatnhamar.
Eins og hjá KÍ í Ungarn var einki galið við stríðsviljanum. Tað var bara ikki nóg hvast hjá føroyameistarunum, og norðurírarnir vardu tað heim á heimagrasinum.
Heldur ikki hesaferð gekk tað hjá Víkingi - og heldur ikki hesaferð eydnaðist einum føroyskum liði at vinna samanlagt á Linfield.
Sí myndirnar frá dystinum í Belfast
Linfield - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' 1-0 Kieran Offord (Johs Archer)
39' 2-0 Sjálvmál
(Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur: Bárður á Reynatrøð - Ingi Arngrímsson (88' Rani Hansen), Arnbjørn Svensson, Atli Gregersen (L), Ari Olsen, Ingi Jonhardsson, Aron Ellingsgaard (73' Stefan Radosavlevic), Árni Nóa Atlason (88' Arnór Brandsson), Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (73' Jørgen Nielsen)
Sí og hoyr eisini samrøður, ið vórðu gjørdar eftir dystin:
Gert Hansen, hjálparvenjari: - Linfield skorar í so lætt - vit brenna nakrar rímiligar møguleikar
Arnbjørn Svensson: - Vit tapa kanska dystin í báðum brotsteigunum
Poul Kallsberg: Poul Kallsberg takkar fyri tíðina í Víkingi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Tað var 2-0 til TB eftir tjúgu minuttir, men trý mál innan fimm minuttir stutt fyri steðgin gjørdu munin hjá FC Suðuroy, sum nú er framman fyri grannarnar og omanfyri strikuni
Botnbrakið og Suðuroyaruppgerðin hevði allan tann inntensitetin og spenningin, sum áskoðarar kundu vónað - og ta úrslitið sum tey í sunnara parti av Suðuroynni vildu hava:
Fimm mál, øll í fyrra hálvleiki, ferð og nógvir nærdystir, lív í uttan fyri vøllin, eitt reytt kort umframt spenning til tað seinasta.
TB legði út sum eitt óløgi, og eitt dreymafríspark hjá Nikolai Johannesen eftir fimm minuttir endaði í netinum. Eftir tjúgu minuttir var tað Samudeen Musah til Musah Armah, og so var 2-0 í Trongisvági.
Menninir hjá Pól Thorsteinsson ressaðust tó við. Teir vístu eisini tenn móti HB mánakvøldið, og longu fyri steðgin var 3-2 til FC Suðuroy
Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg: Emmanuel Andorful úr Gana minkaði fyrst um munin, tveir minuttir seinni vendi liðformaðurin, Pætur Augustinussen, sær væl, og smekkaði bóltin flott í netið, og tveir minuttir seinni legði ein annar lokalur, Fríði Holm, gestirnar á odda. Hetta var, tá áleyparin revsaði stórt verjumistak væl, og so var alt vent á høvdið.
(Mynd: Bjartur Vest)
TB megnaði ikki at svara aftur eftir steðgin, hóast støður vóru. Fyritreytirnar vórðu eisini verri í 70. minutti, tá liðformaðurin, Ragnar Joensen, fekk sítt seinna gula kort. Tað endaði 3-2 til FC Suðuroy, sum fyri aðru ferð í ár vann á arvafíggingunum norðanfyri.
Hesin sigurin kann gerast ógvuliga týðandi fyri FC Suðuroy, sum nú hevur fýra sigrar - allir móti liðunum sum nú liggja undir teimum. FC Suðuroy er oman fyri strikuna undan seinasta triðingin, og hevur lagt trýst á TB og 07 Vestur.
Sí myndir frá dystinum í Trongisvági
Ungir víkingar bastu B36
Ari Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Jákup Johansen byrjaðu á bonkinum og komu inn í 64. minutti. Sølvi Vatnhamar hevði leikbann, og Atli Gregersen varð spardur.
Hesar broytingar vóru, í mun til sigurin á Linfield á Tórsvølli undanfarna hóskvøld, og tað sendi miðalaldurin á Víkingaliðnum niður á 21,6. Blaðungu Arnór Brandsson og Ingi Arngrímsson spældu frá byrjan móti B36, eins og ungi málverjin Hans Jákup Arngrímsson spældi sín fyrsta Betrideildardyst.
24-ára gamli Stefan Radosavljevic var næstelsti spælarin á liðnum - Arnbjørn Svensson var elsti maður og liðformaður. Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson eru føddir í 2003, og teir "áttu" fyrsta málið: Olaf rak væl í vinstru og fann áleyparan, sum annars hevur havt heldur torført við at skora í ár.
B36 hevði nakrar góðar støður í 1. hálvleiki, sum Víkingur tó fekk vart fyri. Men í 43. minutti misti Víkingur bóltin beint uttan fyri egna brotsteig. Teir í ljósabláum vildu hava fríspark, men Símun Sólheim legði líka í, og legði høgt og hart innfyri. Tað snýtti Hans Jákup Arngrímsson, og bólturin sigldi í málið til 1-1.
So kundi man kanska trúð, at B36 fór at fáa veruligt tak á, men víkingarnar gjørdu av álvara bart í fyrsta korterið í 2. hálvleiki. Teir gjørdu trý mál.
Fyrst legði 18-ára gamli Arnór Brandsson ógvuliga væl innfyri, tá Víkingur hevði fríspark í høgru, og ein púra fríur Poul Kallsberg stútaði bóltin væl í málið til 2-1.
Ragnar Skála og Ingi Jonhardson áttu uppleggini til næstu tvey málini. Talan var um ógvuliga vælspæld mál, sum Jørgen Nielsen og Stefan Radosavljevic áttu seinasta fótin á.
Víkingur hevði fult tamarhald, og nógvir ungir mans vístu sínar dygdir í góðveðrinum.
Teprir sigrar til HB og NSÍ
Tætta kapprenningin um 2. plássið í fremstu mansdeildini heldur fram. Hetta er greitt eftir dystirnar Betrideildini sunnudagin.
HB var annan dystin á rað í trupulleikum, men fekk loyst tað. Liðið hjá André Olsen fekk ikki hol á fyrrenn stutt eftir steðgin móti heldur skerda EB/Streyma-liðnum á heimavølli. Og 18 minuttir eftir leiðslumálið hjá Sammy Skytte sló HB-leigusveinurin hjá EB/Streymi, Jógvan Elmarsson Ósa, til.
1-1 stóð á máltalvuni í yvir tjúgu minuttir. Tað var í yvirtíðini, at Dan í Soylu legði innfyri. Ein verjuspælari fekk ruddað burtur, og so var Emil Grønn Pedersen annan dystin á rað á rætta staðnum og prikaði bóltin í málið til 2-1 til HB.
Tað gjørdist ikki eins dramatiskt, tá NSÍ vann á botnliðnum í Betrideildini. Longu í 4. minutti skoraði Fabian Ness, og hetta gjørdist einasta málið í dystinum við Løkin.
Betrideildin 18. umfar
Sunnudagin 10. august
TB - FC Suðuroy 2-3 (2-3)
06' 1-0 Nikolei Johannesen
21' 2-0 Samudeen Musah (Musah Armah)
34' 2-1 Emmanuel Andorful
36' 2-2 Pætur Augustinussen (Fríði Holm)
38' 2-3 Fríði Holm
Víkingur - B36 4-2 (1-1)
11' 1-0 Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson)
43' 1-1 Símun Sòlheim
46' 2-1 Poul Kallsberg (Arnór Brandsson)
55' 3-1 Jørgen Nielsen (Ragnar Skála)
61' 4-1 Stefan Radosavljevic (Ingi Jonhardsson)
83' 4-2 Hannes Agnarsson
HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
49' 1-0 Sammy Skytte (Lassana Faye) 1-0
68' 1-1 Jógvan Elmarsson Ósa 1-1
90+3' 2-1 Emil Grønn Pedersen 2-1
NSÍ - 07 Vestur (1-0)
04' 1-0 Fabian Østigård Ness 1-0
Friggjakvøldið 8. august
KÍ - B68 7-0 (4-0)
Støðan:
KÍ 49 stig
NSÍ 41 stig
HB 41 stig
Víkingur 30 stig
B36 25 stig
EB/Streymur 22 stig
B68 18 stig
FC Suðuroy 12 stig
TB 10 stig
07 Vestur 7 stig
Komandi dystir:
Leygardagin 16. august kl. 17.15: EB/Streymur - TB
Sunnudagin 17. august kl. 16: B68 - FC Suðuroy
Sunnudagin 17. august kl. 18: HB - 07Vestur
Mánadagin 18. august kl. 18.30: B36 - KÍ
Mánadagin 18. august kl. 18.30: Víkingur - NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2025
Undan dystinum millum KÍ og B68 farna fríggjakvøld, tók Árni Frederiksberg ímóti heiðurinum sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað
Føroyska summarið hevur verið gott – bæði við góðveðri og nógvum góðum fótbólti. Og mitt í hesum sólskinsdøgum hevur Árni Frederiksberg úr KÍ veruliga skinið.
Við sínum eyðkenda spælistíli og máltevi, og einum vandamiklum vinstra fóti, ið eisini hevur gjørt um seg í evropeisku dystunum hjá klaksvíkingum, hevur Árni Frederiksberg aftur í ár verið ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ-liðnum.
Farna fríggjakvøld, tá besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað skuldi kunngerast, vóru aftur boð eftir Árna. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið flestar atkvøður.
– Vit eru ein góð eind, og tá spælið koyrir væl, so er heilt sikkurt torført at spæla ímóti okkum. Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað er framvegis langur vegur á mál, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF, og leggur afturat, at hesin heiður heilt avgjørt eisini fer til liðfelagarnar og venjaratoymið.
Tað var sonur Árna, fimm ára gamli Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði pápanum eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2025
Tað stóð á jøvnum 17-17 í steðginum, men Føroyar mistu púra takið í 2. hálvleiki og taptu við ellivu málum
Føroyar høvdu undan dystinum hósdagin framvegis møguleika at vinna President's Cup, sum er niðaru partur av HM-endaspælinum. Her spæla liðini, sum ikki komu víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í Egyptalandi.
U19-menninir byrjaðu eisini væl móti Portugal, har fleiri vístu seg væl fram, men so líðandi misti liðið takið.
Í 2. hálvleiki var eingin ivi: Portugal hølvaði Føroyar av og skoraði tvífalt so nógv mál (22-11).
Ein tung uppliving hjá føroyingunum, sum nú skulu savnað seg til seinastu uppgávuna í endaspælinum: Dystin um 19. plássið móti Tunesia varð spældur í gjárkvøldið, fríggjadagin 15. august.
Rúnar Hammer roynir her at koma ígjøgnum portugisisku verjuna (Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss sunnudagin endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum
Føroysku U17-kvinnurnar taptu seinastu dystin í EM-endaspælinum sunnumorgunin. Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum. Kappingin hevur verið lærurík, men tað eydnaðist tíverri ikki U17-kvinnnunum at vinna nakran dyst, og endaðu tí aftast.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men Turkaland kom so líðandi lættari til málini. Stóri munurin á liðunum í fyrra hálvleiki var serliga talið av tekniskum villum, har okkara gjørdu heili 16 í tali. Munurin lá leingi um eini 2-3 mál, men Turkaland økti seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik upp í fimm mál, til 17-12.
Føroyar spældu ein betri seinna hálvleik. Okkara gjørdu nógv færri villur og vardu eisini betri saman við málverjanum. Femja Sámalsdóttir Soll, sum ikki hevði havt hepni við sær í føroyska málinum í fyrra hálvleiki, kom inn aftur, og hevði nakrar bjargingar. Føroyar løgdu eisini meira fyri, og hálaðu inn. Munurin var leingi 2-3 mál, og í heili seks minuttir stóð tað 23-25 fram til fimm minuttir restaðu.
Okkara komu tó ikki nærri og munurin vaks aftur seinastu løtuna til 31-25, sum gjørdist úrslitið av dystinum. Eftir dystin var Meta av Fløtum kosin besti leikarin hjá Føroyum.
Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og tað merkir, at Føroyar ikki vera við í U19 EM-endaspælinum í 2027. Í staðin koma hesar genturnar at spæla í EHF Championship (b-kapping), sum er góð menningarkapping.
Sí myndirnar frá seinasta dystinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2025
Hann hevur royndir í føroyskum kappróðri og innan inniróður. Tobias hevur eisini róð á danska landsliðnum, og skal tryggja rógvarum kring landið enn meira skipaðar karmar at virka undir
Róðrarsamband Føroya hevur sett Tobias Skaalum Kempf sum landsliðsvenjara í inniróðri.
Tobias hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan inniróður og føroyskan kappróður. Hann hevur í nógv ár róð á danska landsliðnum, har rógvimaskinan hevur verið ein týðandi partur av venjingini. Tobias hevur eisini verið venjari hjá Sørvágs Róðrarfelag í føroyskum kappróðri.
Landsliðsvenjarin fer at tilevna eina venjingarætlan, sum beinanvegin skal verða grundarlag undir fyrireikingini av rógvarum til úttøku til føroyska landsliðið. Við hesum fáa rógvarar kring landið nú enn meira skipaðar karmar at virka undir.
Eitt týðandi stig í hesi menning er, at venjarin eisini fer at vitja feløgini kring alt landið fyri at tryggja góða vegleiðing til rógvarar og gott samstarv við feløgini. Tobias fer í hesum sambandi at leggja dent á at skapa eitt sterkt og kveikjandi venjingarumhvørvi, har fokus verður lagt á bæði tøkniliga og kropsliga venjing og gleðina við sjálvari venjingini.
- Eg veit, at nógv góð rógvitalent eru kring oyggjarnar – bæði ung og roynd. Eg gleði meg til at koma í gongd við arbeiðið, og málið er at byggja upp eitt sterkt og inspirerandi venjingarumhvørvi, har vit sameina hart arbeiði, fokus á teknikk og gleðina við at venja, sigur Tobias Kempf
Eins og undanfarin ár, fer Róðrarsambandið at skipa fyri fýra grand prix-kappingum í inniróðri. Tann síðsta verður samstundis um føroyameistaraheitið. Við støði í úrslitunum frá hesum kappingum fer landsliðsvenjarin at taka út teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í altjóða kappingum í vetur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Functional fitness er líkt crossfit, men virkar sum ein ítróttargrein burturav, og olympisk viðurkenning er eitt mál. Tríggjar føroyskar kvinnur hava vunnið seg til HM í functional fitness
Hósdagin 4. juni var stovnandi aðalfundur fyri Ítróttafelagið Tvørmegi, sum er fyrsta functional fitness ítróttafelag í Føroyum. Endamál felagsins er at fremja, styrkja og breiða út vitan um venjing við funktionellum rørslum umframt at skapa møguleikar hjá føroyskum ítróttafólki at kappast bæði innanlands og uttanlands.
Functional fitness sum ítróttagrein er sprottin úr crossfit. Í Føroyum sóu vit crossfit fyrstu ferð, tá venjingarmiðstøðin, Tvørmegi, varð sett á stovn í 2013.
Sjálvt functional fitness hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Functional fitness er sera líkt crossfit, men virkar sum ein ítróttargrein burturav. Høvuðsmálið hjá Altjóða Functional Fitnesssambandinum er í løtuni at fáa ítróttagreinina góðtikna sum olympiska ítróttagrein.
Meðan føroyingar seinastu árini hava luttikið í crossfit kappingum í Danmark, Svøríki, Skotlandi, Fraklandi og Spania, so var tað eitt stórt framstig, tá fýra føroyingar í juni luttóku í danska meistaraskapinum (DM) í functional fitness.
- Okkara luttakarar vístu, at vit føroyingar meira enn so eru førir fyri at kappast millum tey fremstu. Hetta var eitt nú, tá Eyðun Hentze Højgaard, Jóhanna av Steinum og Tordis Tróndarson øll kvalifiseraðu seg til heimsmeistaraskapið í Avstralia í vetur.
Í nevndini í ítróttafelagnum Tvørmegi eru Kristjan Petursson, formaður, Eyðun Hentze Højgaard, næstformaður, Ari av Rana, Jóhanna av Steinum og Bartal Kamban.
Felagið hevur heimstað í venjingarmiðstøðini Tvørmegi, Slættanesgøta 11, í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald