

Leygardagur 06. september 2025 | Nr. 36 | Árgangur 6 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 9
SíÐa 26
SíÐa 41
SíÐa 36
SíÐa 38
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað tykist sum um avmæri er komið í landsins leiðslu. Kanska tí hon ikki er politisk virkisfør, ella er tað bara vánaligu útlitini til komandi val, sum hava tikið pippið frá løgmanni og hansara landsstýrisfólkum?
Ein sannroynd er tað, at enn er løgtingið so at siga ikki farið til arbeiðis, hóast hugsast kann, at tað liggur ein stór uppgáva hjá samgonguflokkunum at fara ígjøgnum til tess at bjarga sær so nøkulunda áðrenn løgtingsval skal vera um í seinasta lagið 15 mánaðir.
Løgtingið hevur bara verið saman til fýra fundir í tingsalinum higartil í hesi setuni. Fyrsti fundurin var – sum siður eg – ólavsøkufundurin, har løgmaður frambar sína setanarrøðu og tingfólkini einans lurtaðu.
Síðan var ein fundur hildin yvir tveir dagar, har løgmansrøðan var umrødd. Nógv kjak, men onki meira enn tað. Triðji fundur var ein fundur, har onki annað enn framløga var á skránni, og á fjórða fundinum vórðu fyrstu viðgerðirnar av teimum málum, sum vórðu løgd fram.
Og mín sann, um tað ikki er kallað inn til fimta fundin í komandi viku við einans framløgu á skránni. Altso, har tingfólk verða kallað til fundar, einans fyri at hoyra løgtingsforkvinnuna boða frá hvørji nýggj mál eru løgd fram.
Nei, tað dregur út hjá løgtinginum at koma í gongd við politiska arbeiðinum.
Og nú hevur landsstýrið eisini avreitt tað týdningarmesta og mest neyðuga arbeiðið, ið liggur á láni, yvir í ein arbeiðsbólk, ið skal koma við tilmælum til landsstýrið um, hvussu nýskipanir kunnu setast í verk til tess ‘at styrkja langtíðarhaldførið hjá vælferðarsamfelagnum’.
Altso, eftir næstan trimum árum við valdið, hevur landsstýrið enn ikki funnið útav, hvussu haldførið landskassans kann langtíðartryggjast, og hvørji ráð eru tá at taka? Jú, set ein arbeiðsbólk.
Nógv er sagt um hesa nýskipanarnevnd hesa seinastu vikuna, sum vit kunnu taka undir við. Til dømis at hon er alt ov stór – seks ‘serfrøðingar’ umframt tveir stjórar í landsumsitingini. Tað er minst tríggir serfrøðingar og tveir stjórar ov nógv.
Tað mest óhugnaliga er, at avgjørt er at seta á stovn eina deild undir Fíggjarmálaráðnum - nýskipanarskrivstovan - sum skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving!
Hvussu kiksað kann tað blíva? At vaksa um almennu umsitingina við einari deild til tess at finna út av hvar skerast skal í almennu umsitingini? Signalvirðið er so langt við síðurnar av, sum tað kann verða, hóast vit væl vita, at forkláringin hjá løgmanni verður, at hendan deildin ikki kemur at tyngja um almennu umsitingina.
Longu frá fyrsta degi er skeivt farið fram hjá sitandi samgongu og landsstýri, hvørs fyrsta avrik yvirhøvur var at økja um almennu umsitingina úr sjey til nýggju landsstýrisfólk við hartil hoyrandi aðalráðum. Og tað heilt komiska við hesum var, at orsøkin til at vaksa um landsstýrið var, at Framsókn skuldi hava tvey landsstýrisfólk. Framsókn, ið sum aðalmál hevur at tryggjað landskassans haldføri.
Longu áðrenn nýskipanarnevndin hevur havt sín fyrsta fund er komið fram, at tað fyrsta, ið gerast skal, er við lóg at seta loft á hvussu nógv aðalráð skulu til at stýra okkara lítla landi.
Verður tað samtykt áðrenn næsta løgtingsval, so er um ikki annað okkurt skilagott komið burtur úr nýskipanararbeiðinum.
Annars vilja vit ynskja nevndini blíðan byr, hóast lítið bendir á, at tað í politisku skipanini er ein veruligur vilji at minka um almennu umsitingina.
PS: Orðabókin: avmæri [am-] -s h24e
1 mistrivni, vantrivni, avmæri er í veltuni
2 mistrivningur, eitt avmæri
Men tað eru tó flest veljarar, sum eru ímóti at landsstýrismaðurin tekur málið uppaftur
Veljararnir hjá samgonguflokkunum halda avgjørt, at Bjarni K. Petersen skal leggja uppskotið um fosturtøkulóg framaftur nú. Tað halda veljararnir hjá andstøðuni ikki.
Og av tí, at andstøðuflokkarnir nú hava nógv størri undirtøku, enn samgonguflokkarnir hava, so eru flest, sum svarað nei, tá vit settu spurningin: “Heldur tú, at Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, skal leggja uppskotið um fosturtøkulóg fram aftur nú?”
Spurningurin var settur, tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin 25. august.
39 prosent svaraðu “ja”, 45 prosent svaraðu “nei”, meðan tey seinastu 17 prosentini ikki hava tikið støðu, og svaraðu “veit ikki”.
Orsøkin til at seta spurningin var, at tað á løgtingi nú helst er meiriluti fyri uppskotinum. Hetta tí at Sólvit E. Nolsøe í Framsókn hevur sagt tingsessin frá sær, og at avloysarin, Árni M. Dam er fyri uppskotinum, sum var eitt hjartamál hjá Framsókn í valstríðnum seinast.
Kaj Leo Holm Johannesen, sum ikki hevur luttikið í tingarbeiðinum hetta seinasta árið av heilsuávum hevur sagt, at hann er komin so mikið fyri seg aftur, at hann er til reiðar at at setast í tingsessin aftur í hesi tingsetuni. Og hann er eisini fyri uppskotinum um fría fosturtøku.
Fall við atkvøðunum 15-15
Talan er um hetta uppskotið frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, sum fall tá atkvøtt var um málið við aðru viðgerð á tingi 15. mai 2024 tí meiriluti ikki var fyri tí. 15 atkvøddu fyri og 15 ímóti. Millum tey, ið atkvøddu ímóti, vóru tvey tingfólk hjá Framsókn, Sólvit E. Nolsøe og Hanna Jensen.
Les: Sótu tigandi og atkvøddu móti sínum egnu
Kaj Leo Holm Johansen úr Sambandsflokkinum, kundi ikki vera til staðar í tingsalinum, tá atkvøtt var, og hann segði tá, at hann hevði atkvøtt fyri, men tað eydnaðist ikki honum at gera eina ‘clearing-avtalu’ við annað tingfólk, sum atkvøddi ímóti. Tað vóru fýra sambandsfólk (Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen), sum atkvøddu ímóti, meðan tvey (Johan Dahl og Eyðdis H. Niclasen atkvøddu fyri.
Og oddagrein: Ein fólkaræðisligur trupulleiki
Munur á andstøðu og samgongu
Veljarakanningin, ið gjørd varð í næstseinastu viku vísir annars heilt greitt, at tað er munur á hvat andstøðuveljarar og samgonguveljarar halda um henda spurningin.
Heili 71 prosent av veljarunum hjá samgonguflokkunum – Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn – halda, at landsstýrismaðurin skal leggja málið framaftur. Meðan heili 68 av veljarunum hjá andstøðuflokkunum (Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum) halda, at landsstýrismaðurin ikki skal leggja málið framaftur.
Greiðast ímóti eru miðflokkaveljarar, sum so at siga allir eru ímóti, onkur ivast. Millum fólkafloksveljarar eru 75 prosent ímóti og 12 fyri, meðan millum sambandsveljarar er ein góður helmingur, 52 prosent, ímóti og 26 prosent fyri.
Greiðast fyri eru veljararnir hjá Tjóðveldi, har 75 prosent eru fyri og 7 ímóti. Hjá Framsókn eru líka nógv fyri, men fleiri í móti, tí tað eru fá, sum svara veit ikki (hjá smærru flokkunum, er stór óvissa um tølini í slíkum kanningum). Hjá Javnaðarflokkinum eru tveir triðingar, 66 prosent, av veljarunum fyri at landsstýrismaðurin skal leggja uppskotið framaftur, meðan 22 prosent eru ímóti.
Havnin fyri – restin ímóti
Verður hugt eftir landafrøðiliga býtinum, so eru meiriluti í Tórshavnar kommunu fyri at leggja uppskotið framaftur, 54 prosent, meðan líka nógv eru ímóti í ‘restini af Føroyum’. Størst er mótstøðan í Eysturoy og Norðoyggjum.
Í býtinum millum kynini er ein góður helmingur av monnunum, 52 prosent, ímóti og 34 prosent fyri. Hjá kvinnunum eru 44 prosent fyri og 36 prosent í móti. Fleiri kvinnur eru ivasamar í spurninginum enn menninir eru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025
BTÚ vøksturin í 2025 í ársins prísum er mettur at vera 2 prosent. Lági laksaprísurin er við til at toga vøksturin niður, men virksemið er stórt, og føroyski búskapurin er framvegis í einum hákonjunkturi. Kommunurnar og landskassin leggja trýst á búskapin, tí tey hava stór hall í hákonjunkturi
Vøksturin í BTÚ er mettur at vera ávikavist 3,3 prosent í 2024, 2,0 prosent 2025 og 6,1 prosent í 2026 í ársins prísum.
Tá BTÚ verður gjørt upp í ársins prísum, hava prísbroytingar stóra ávirkan á úrslitið. Í 2025 er laksaprísurin lækkaður, og tað er við til at toga vøksturin í BTÚ í ársins prísum niður.
Virksemið í landinum er tó framvegis stórt, eitt nú eru løngargjaldingarnar øktar við áleið 7 prosent, og framleiðslan í alivinnuni er økt nógv.
Hall í hákonjunkturi
Flestu av konjunkurávísunum geva ábendingar um hákonjunktur og kapasitetstrýst. Starvsfólkatalið er høgt, og arbeiðsloysið á einum sera lágum stigi. Í fleiri vinnugreinum er trupult at finna starvsfólk. Hóast tað, hava kommunurnar og landskassin undirskot. Hallið hjá landskassanum er mett at verða 390 milliónir krónur í 2025 og 375 milliónir í 2026. Hallið hjá kommunum er mett at verða 240 í 2025. Tilsamans svarar tað til góð 2 prosent av BTÚ í 2025.
Kommunurnar og landið eru sostatt við til at stimbra búskapin, tá ið tey ikki skulu. Tá ið almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin yvirhitaður. Nógvar íløgur verða gjørdar í senn av vinnu, landi og kommunum, og tað elvir til hægri prísir fyri byggiarbeiði. Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina. Vinnan rindar ov høgar prísir, skattaborgarin rindar ov nógv, tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt, og húsarhaldini gjalda ov nógv, tí til dømis sethúsabygging dýrkar. Fíggjarpolitikkurin eigur í staðin at vera konjunkturmótgangandi, tað vil siga, at hann skal tálma í góðum tíðum.
Politikararnir vilja ikki taka ópopulerar avgerðir
Sambært játtanarkarmunum er ætlanin at gera sparitiltøk á 55 milliónir krónur í 2026 og 35 milliónir eftirfylgjandi ár.
Sum skilst er ætlanin at brúka ”plenuklipparan” fyri at spara almennar útreiðslur. Hesin hátturin at spara við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugar tillagingar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir.
Politikararnir eiga í staðin at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði í løtuni og frameftir. Til dømis kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunur, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum. Um tað ikki verður spart, má meira takast inn frá borgarunum og/ella vinnuni.
Tað eru somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar íløgurnar
Politikararnir hava nógvar ætlanir um íløgur. Umráðandi er tó at vera varugur við, at tilfeingið ikki er ótømandi. Meginparturin av almennu íløgunum verða fíggjaðar við skatti og avgjøldum frá borgarunum og vinnuni. Tað eru tí somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar íløgurnar. Givið er, at tað er neyðugt at raðfesta millum íløgurnar, tí tað er ikki ráð til at gera allar samstundis.
Útboðið av bústøðum er ov lítið
Trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, umframt at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum. Hetta hevur viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp, tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.
Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur bústaðartrotið í álvara við at gera sítt til at økja um útboðið av bústøðum og byggilendi til bústaðarbygging.
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Løgmaður hevur í vikuni sett nevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið
Løgmaður boðaði mánadagin frá, at hann hevur sett eina nýskipanarnevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.
- Trýstið á vælferðarsamfelagið økist alsamt. Tørvur er tí á nýhugsan og skipanarligum broytingum, sum tryggja fíggjarligt haldføri og vælferðartænastur, ið svara til framtíðartørvin hjá borgarunum. Vit skulu snøgt sagt fáa meira fyri minni, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Umframt omanfyrinevndu eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.
Endamál og arbeiðssetningur
Nevndin skal í tøttum samstarvi við politisku skipanina greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Arbeiðið byggir á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir. Nýskipanirnar skulu grundast á haldføri, javnrættindi og skynsama gagnnýtslu av tilfeingi.
Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið verður skipað sum deild í Fíggjarmálaráðnum við serkønum starvsfólki í talgreining, løgfrøði og stjórnmálafrøði. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.
Nevndin fer til verka beinanvegin og ætlanin er, at nevndin leypandi skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir, skrivar løgmansskrivstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Margit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard hava undirskrivað samstarvsavtalu um altjóða veðurlagsarbeiði, sum verður útint undir ST Veðurlagssáttmálanum og Parisavtaluni
- Við hesi avtalu fáa vit betri møguleikar at fremja okkara áhugamál í altjóða veðurlagssarbeiðinum og samstundis tryggja, at okkara sjónarmið verða hoyrd sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir fundin við danska umhvørvisráðharran.
Margit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard undirskriva avtalu.
Avtalan millum Føroyar og Danmark tryggjar, at støða Føroya til mál og evni, sum verða viðgjørd í altjóða samráðingum um veðurlag, fær rúmd. Fremstu áhugamál Føroya eru hav, veðurlag og náttúra, matframleiðsla úr sjónum, orkuskifti innan maritima øki og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum.
Umframt at samstarvsavtalan kjølfestir eitt opið samstarv millum Danmark og Føroyar, tryggjar avtalan eisini, at Føroyar fáa innlit í veðurlagssamstarvið hjá ES og atgongd til tingingar um komandi veðurlagsmál.
Mynd/ir: ©2025 Umhvørvismálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Endamálið við avtaluni er m.a. at veita fyrisitingini í Málráðnum tryggar og góðar arbeiðsumstøður
Á samkomu herfyri skrivaðu Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við mentamálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við útbúgvingarmálum, undir samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Málráðið.
Málráðið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Sambært lóg og siðvenju samstarvar Málráðið við Fróðskaparsetrið. Við nýggju avtaluni verður samstarvið útgreinað. Nú verður m.a. lættari at reka fyrisitingina í Málráðnum, Málstovuna, sum flytur inn í niðaru hædd í húsunum í J. C. Svabos gøtu 7, har starvsfólk hjá Fróðskaparsetrinum halda til í ovaru hædd. Starvsfólk á Málstovuni fáa við avtaluni fyrisitingarligan stuðul frá Fróðskaparsetrinum og tilboð um eitt nú førleikamennandi skeið ájavnt við starvsfólk á Fróðskaparsetrinum. Málráðið ræður sær sjálvum, og tekur avgerðir um raðfestingar á hvørjum ári, og fíggjardeildin á Fróðskaparsetrinum ger fíggjarætlan og umsitur játtanina.
Góða og áralanga málfrøðiliga samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Málráðið heldur fram. Endamálið er sum ásett í lógini at tryggja, “at vitan og førleikar, ið eru á málsliga økinum, verða gagnnýtt til fulnar”. Við avtaluni verður ómakaleyst at samstarva um tøkni, tiltøk, ráðstevnur, høli, søvn o.s.fr.
Avtalan hevur verið leingi ávegis, og allir partar eru fegnir um, at Málráðið nú loksins kann fara til verka og savna seg um málfrøðiligar spurningar fyrst og fremst. Vegna vantandi orku hevur Málstovan í eina tíð verið stongd og einans svarað fyrispurningum tveir tímar um vikuna. Í næstum verður lýst eftir málfrøðingum til Málstovuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Hetta boðar Reyði Krossur Føroya frá, og er hetta fyri at veita bráðfeingis neyðhjálp til tey, sm vórðu rakt av ógvusliga jarðskjálvtanum 31. august
Reyði Krossur Føroya hevur gjørt av, at partur av peninginum, sum væntandi kemur inn frá Landsinnsavningini frá 6. til 13. september í ár, skal latast til Afganistan.
Hetta varð avgjørt á nevndarfundi 31. august.
Sunnukvøldið 31. august varð Afganistan knappliga rakt av einum av ógvusligastu jarðskjálvtunum nakrantíð – og tørvurin á bráðfeingis neyðhjálp er fleirfaldaður síðan nevndin tók avgerðina um at neyðugt var at senda hjálp til landið.
Afganistan er eitt av fátakastu londunum í heiminum, og jarðskjálvtin er steinur omaná byrðu hjá afganska fólkinum, sum í forvegin eru sera sperd.
Fleiri enn 1.400 fólk hava latið lív í jarðskjálvtanum, og fleiri enn 3.000 fólk eru særd, sambært altjóða miðlum. Talið av deyðum heldur fram at vaksa.
Jarðskjálvtin, sum máldi 6,0 í styrki á einum øki upp á 10 kilometrar til støddar, er ein tann ógvusligasti, sum nakrantíð hevur verið í Afganistan. Jarðskjálvtin rakti serliga har eysturi og í landnyrðingspartinum av landinum. Stór øki eru oyðløgd, heilar bygdir eru lagdar í oyði eftir einari nátt, og tað er torført at fáa hjálp fram í fjallalendi har fleiri vegir eru horvnir í ristingunum. Afturat hesum hevur tað eisini regnað óvanliga nógv seinastu dagarnar, sum ger, at stórur vandi er fyri omanlopum og skriðulopum. Tí ber illa til at koyra eftir vegunum, sum enn eru heilir. Talið av deyðum kann tí vaksa enn meir, tá bjargingarfólk sleppa framat avsíðis støðum.
Reyði Krossur er til staðar í landinum og arbeiðir við at lata neyðhjálp til tey harðast raktu.
Afghanistan er sum sagt eitt av heimsins fákækastu londum, og Sameindu Tjóðir meta, at meir enn helvtin av fólkinum í Afganistan hevur tørv á bráðfeingis neyðhjálp. Og tað er ein stórur trupulleiki, at lond aftra seg við at lata neyðhjálp til Afganistan:
- Higartil hevur ongin stjórn bjóðað sær at lata stuðul til bjargingar- ella neyðhjálp , segði eitt talsfólk fyri uttanríkismál millum annað við Reuters dagin eftir jarðskjálvtan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Skiparin á feigdarferðini hjá seksæringinum Naddoddi, sveitsarin Andy Fitze, greiðir frá sorgarleikinum fyri góðum ári síðani
Í hesum døgum er júst eitt ár farið síðan sorgarleikin á Stadhavinum við vesturstrond Noregs, tá seksæringurin Naddoddur av Tvøroyri holvdis í ódnarveðri, og 29 ára gamla Karla Dana úr Meksiko druknaði.
Í hesum sambandi hevur skiparin á Naddoddi, royndi sveitsiski ævintýrarin, Andy Fitze verið í Noregi saman við konu síni, Dalith Steiger, fyri at avdúka eina minnisplátu fyri Karlu Dana í Florø. Eisini hevur Andy Fitze luttikið á árligu SAR-ráðstevnuni.
Norska blaðið VG hevur tosað við sveitsaran fyri at fáa hann at greiða frá ógvusligu hendingini, tá Naddoddur holvdist 27. august í fjør á eini ferð, kallað “The Viking Voyage” av Tvøroyri til Ålesund. Seks fólk vóru við á ferðini, teirra millum ein føroyingur, royndi havrógvarin, Livar Nysted úr Hvannasundi.
Livar hevur eisini greitt frá hendingini. Tað var í sending Brotið, sum Kringvarp Føroya sendi á jólum. Síggj Brotið her
Andy Fitze greiðir frá fyri VG hvussu veðrið knappliga broyttist á triðja degnum á ferðini. Veðurvánirnar høvdu boðað frá aldum upp í fýra metrar og vind upp í 20 metrar um sekundið. Men soleiðis gjørdist ikki.
Vóru væl fyrireikað
Manningin mátti stríðast móti aldum, sum vóru upp í átta metrar høgar, og vindurin fór upp í ódn, svarandi til 36 metrar um sekundið.
- Vit vóru væl fyrireikað. Dagin fyri fóru vit øll í yvirlivilsisdraktir, ruddaðu bátin og ótu so nógv, sum vit kundu, fortelur Fitze frá fyri VG.
Hann greiðir frá, hvussu ódnin herðaði í tólv tímar, og hvussu trý av teimum umborð alla tíðina máttu oysa bátin.
So kom tað, sum hann lýsir sum eina “monsteraldu” aftanífrá – og báturin holvdist.
- Eg sá inn í ein vegg og í næstu løtu lá eg í sjónum, undir bátinum, minnist hann.
Hann greiðir frá hvussu øll endaðu undir bátinum, tí tey høvdu trygdarlínur á sær. Fimm megnaðu at klúgva upp í bátin. Men Karla var føst undir holvda bátinum.
- Tú mást bjarga tínum egna lívi!
Mínir tankar vóru greiðir: Miðsavna teg um at fáa Karlu út, greiðir Andy frá.
Eftir einar fýra minuttir fingu tey hana leysa. Hann byrjaði at veita hjartastartandi fyrstuhjálp á tí lutvíst sokna bátinum.
- Eftir fáum sekundum var greitt, at har var ongin møguleiki. Men eg kundi ikki støðga, greiðir hann frá.
Hann minnist eisini rópini frá hinum:
- Tú mást støðga. Tú mást bjarga tínum egna lívi.
Les alla samrøðuna við Andy Fitze á VG
Manningin á Naddoddi fyri einum ári síðani. Frá vinstru Livar Nysted, Martin Fitze, Karla Dana, Andy Fitze, Georg Aebi og fremst Säny Blaser (Mynd: Bátafelagið Naddoddur)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Ein hydraulikkslanga skuldi skiftast áðrenn hekkuportrið á Galaxy fekst niður
Fólk, sum fóru suður við Galaxy mánamorgunin, máttu bíða í minst trý korter eftir at skipið hevði lagt at, til tey sluppu í land.
Bæði bilar og gangandi fara umborð og í land av biladekkinum. Men tá skipið legði at á Krambatanga um middagsleitið, fór lúkan ikki niður.
Vevmyndin hjá Landsverk vísir at fólk eru lorað niður til hekkuportrið fyri at umvæla hydraulikkin
Ein hydraulikksslanga var farin, fingu ferðafólkini boð um.
Tað tók út móti einum tíma, áðrenn portrið felst niður og fólkini sluppu í land.
Skiparin á Galaxy upplýsir, at tað var ein slanga, ið var brostin, og hon mátti skiftast, áðrenn ferðafólkini sluppu í land um hálvgun tvey tíðina mánadagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum
Fyrra hálvárið hevur verið merkt av framhaldandi øktum virksemi hjá Betri Banka, og úrslitið vísir eitt avlop á 146 milliónir krónur eftir skatt.
Eftir fleiri ár við hækkandi rentustøði, hevur tað verið lækkandi síðan juni í fjør. Tískil lækkaðu rentuinntøkurnar hjá bankanum eisini fyrra hálvár í ár.
Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum. Harvið vuksu útlánini við umleið 500 milliónum krónum, og innlánini vuksu við umleið 1 milliard krónum fyrra hálvár í ár.
Harumframt hevur bankin havt góð íløguavkast samstundis sum tað er eydnast at halda útreiðslunum niðri. Leiðslan í Betri Banka metir tí hálvársúrslitið at vera nøktandi, men metir tó, at lækkandi renturnar fara at síggjast aftur í úrslitinum við árslok.
- Úrslitið hjá Betri Banka fyrra hálvár er eitt úrslit av, at vit støðugt fáa fleiri kundar, megna at hava tamarhald á útreiðslunum og at tað framvegis er framgongd í føroyska búskapinum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Úrslitið eftir skatt er 146 mió. krónur
Úrslitið áðrenn skatt er 178 mió. krónur
Fíggjarstøðan javnvigar við 13.550 mió. krónur
Útlánini eru 9.079 mió. krónur
Innlánini eru 10.489 mió. krónur
Eginpeningurin er 2.620 mió. krónur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Innskrivingarnar í mai, juni og juli vóru samanlagt 35.240 í tali, sum svarar til eina øking á 16,2 prosent í mun til í fjør, skrivar Hagstovan
Innskrivingarnar á føroysku gistingarhúsunum vóru samanlagt 35.240 í tali fyri mánaðirnar mai, juni og juli í ár.
Tað eru 4.910 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, og svarar hetta til eina øking á 16,2 prosent, skrivar Hagstovan.
Sambært Hagstovuni eiga fólk, ið eru búsitandi í Føroyum 3/5 partar av økingini í innskrivingunum fyri mai, juni og juli í ár.
Talan er um 3.224 innskrivingar fleiri hjá fólki við bústaði í Føroyum, og samanlagt hava 8.564 fólk við føroyskum bústaði skrivað seg inn á eitt gistingarhús í mai, juni ella juli í ár.
Hóast færri fólk við donskum bústaði hava vitjað føroysku gistingarhúsini í summar, er talan tilsamans um 8.125 innskrivingar fyri hendan bólkin, ímeðan hava upp ímóti 1.900 fleiri fólk, við bústaði uttan fyri Føroyar og Danmark, skrivað seg inn á eitt føroyskt gistingarhús í mai, juni og juli í ár, tá samanborið verður við undanfarna ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni og Durita Thomsen og Árni og Ása Frederiksberg hava keypt 70 prosent av KBI
Í vikuni hava Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni og Durita Thomsen og Árni og Ása Frederiksberg keypt 70 prosent av fyritøkuni KBI í Klaksvík.
Fyri knøppum trimum árum síðani misti KBI stjóran og stovnaran, Karl Birgir Isaksen, ið átti 70 prosent av felagnum. Hann var ein drívmegi, og missurin hevur verið stórur.
Døtur Karl Birgir Isaksen, Rannvá, Karla og Tóra, eiga framhaldandi 30 prosent av KBI.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Rói Clementsen er givin í fyritøkuni, sum Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni og Durita Thomsen og Árni og Ása Frederiksberg keypti seg inn í hósdagin
Har eru ymiskar broytingar KBI. Fyritøkan í Klaksvík er veitari til vinnuna, og hósdagin boðaði hon frá, at seks fólk hava keypt 70 prosent av KBI.
Talan er um trý pør og seks navnfram fólk innan vinnu- og frítíðarlív í Klaksvík: Jákup og Ester Mikkelsen, Hans Arni og Durita Thomsen og Árni og Ása Frederiksberg.
Eitt stjóraskifti er eisini framt. Rannvá Isaksen stendur nú, bæði á heimasíðuni hjá KBI og Skráseting Føroya, sum stjóri í fyritøkuni har tølini, serliga í fjør, ikki vóru so góð sum undanfarin ár.
Rói Clementsen hevur verið stjóri seinastu árini, men hann er nú farin úr fyritøkuni.
Portalurin hevur fingið upplýst, at Rannvá Isaksen er fyribils stjóri, og at summi viðurskifti skulu fáast upp á pláss.
Í løtuni er fyribils stjórin í starvi í aðrari fyritøku.
Rannvá Isaksen er tann elsta av trimum døtrum hjá Karl Birgir Isaksen, sála. Hann setti KBI á stovn og rak sjálvur fyritøkuna.
Rannvá Isaksen, Karla Isaksen og Tóra Isaksen eiga samanlagt 30 prosent av KBI.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Býarmyndin í Klaksvík broytist tá september mánaði er runnin, men vónin er, at onkur tekur yvir
Tá september mánaði er runnin fer býarmyndin í Klaksvík at broytast. Hevur tú vitjað Kjøthandilin onkuntíð, hevur tú møtt Óla Langgaard og hansara kæru, sum í áravís hava staðið smílandi handan søludiskin og selt alskyns døgurðabitar.
Tað er við sorgblídni at hetta nú ferð í søguna. Tað hevur verið ein torfør avgerð, men tíðin er komin, sigur Óli Langgaard.
Fyri Óla og familjuna byrjaði søgan í 1997, tá ið hann yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen. Áðrenn Óli yvirtók arbeiddi hann í Kjøthandlinum, so samanlagt hevur hann havt tilknýti í 52 ár. Konseptið er tó broytt og tillagað so líðandi. Seinnu árini er orkan løgd í at gera døgurðar, sum verða seldir gerandisdagar í døgurðatímanum.
Vóna at onkur tekur yvir
Dreymurin er, at Kjøthandilin koyrir víðari við nýggjari orku frá einum øðrum eigara. Tað er eingin loyna, at nógv orka er løgd í at menna og dríva eina fyritøku sum hesa. Tískil hevði verið gleðiligt at sæð virksemið hildið fram, verður sagt.
Onkur hevur víst áhuga, men eingin endalig søla er framd av fyritøkuni enn.
- Hetta er tí eisini skrivað við eini vón, um at ein møguligur keypari sær hetta og vendir sær til Óla. Men tað ræður um at gera skjótt av. Óli Langgaard ynskir at frætta frá møguligum keypara áðrenn 20. september.
Týsdagin 30. september verða so seinastu døgurðabitarnir veittir úr hondunum hjá Óla Langgaard og hansara fólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Tá verður farið undir at fresa ælabogabreytina burtur
Hon elvdi til nógv kjak tá hon varð málað, og mánadagin verður hon grivin upp.
Tórshavnar kommuna hevur givið SEV graviloyvi til at gera eitt leiðingsarbeiði í Gundadali.
Talan er um eitt arbeiði, sum fer at ganga ígjøgnum ælabogabreytina, sum tað annars hevur verið nakað av kjaki um í miðlunum.
SEV hevur havt hetta graviloyvið áður, men av tí at hetta arbeiðið hongur saman við grevstrararbeiðið tvørtur um R.C. Effersøes gøtu, bað SEV um at fáa graviloyvið útsett.
Tí var tað heldur ikki í andsøgn við loyvið at mála ælabogabreytina, eisini tí at ælabogabreytin einans skuldi vera fyribils. SEV hevur virt ælabogabreytina og hevur tí eisini sjálvboðið útsett arbeiðið, so breytin kundi vera har í nakrar vikur, sigur kommunan.
Mánadagin verður farið undir at fresa ælabogabreytina burtur, og síðani verður ein grøv grivin at leggja nýggju leiðingarnar hjá SEV í. Tá tað arbeiðið er liðugt, verður asfalterað aftur, men breytin verður ikki málað á aftur á hesum sinni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Trolarin, sum Varðin letur byggja fyri Rankan, er við at taka skap á útlendsku skipasmiðjuni, har skrokkurin verður gjørdur
Reiðaríið Varðin í Gøtu er í løtuni í gongd við at byggja ein nýggjan og framkomnan trolara fyri Rankan, sum reiðaríið seldi til Sandavágs fyri jól í 2023.
Skrokkurin tekur so smátt skap á skipasmiðjuni í Polandi.
Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið verður 44,15 metrar langt, og 11,60 metrar breitt. Tronarin, sum verður ein frystitrolari, skal hava ein Wärtsila-25 motor við 2.611HK. Hetta er ein motorur, sum brennir lítið, og sum er gjørdur klárur til at vera umbygdur til grønar loysnir.
Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og Mest, og reiðaríið hevur lagt seg eftir at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum gjørligt.
Tá ið avtalan varð kunngjørd í februar í 2024 segði Varðin, tey gleddust um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum.
- Mest hevur áður bygt trolarar og hava nýliga bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara.
Skrokkurin til nýggja trolaran verður bygdur á Stocznia Wisla í Gdansk í Polandi.
Eftir ætlan verður skrokkurin liðugur um ársskiftið, og síðani skal hann til Føroya, har skipið skal gerast liðugt hjá Mest.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Royndu í hálvtfimta samdøgur og landaðu á Toftum mánamorgunin
Mánamorgunin landaði garnaskipið Oknin á Toftum. Teir høvdu roynt í hálvfimta samdøgur, og fingu uppí kassarnar og gott og væl tað.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan Jákup Andrias Andreassen.
Uppá fyrispurning um hvussu fiskiskapurin hevði verið, segði hann:
- Vit hava gjørt ein góðan túr. Vit hava drigið hálva aðru rundu, sum tók umleið fýra og eitt hálvt samdøgur, og vit hava umleið 40 tons ella 80.000 pund. Tað eru umleið 30 tons av svartkalva og umleið 10 tons av toski og blálongu, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Hvar hava tit roynt?
- Gørnini standa á Byrenbank, sum er umleið 80 fjórðingar í útnyrðing úr Føroyum. Tað tekur umleið 10 tímar at sigla til og frá fiskileiðini. Garnaskilpini Thor og Túgvusteinur royna eisini har, og teir hava eisini góðan fiskiskap, sigur Jákup Andrias Andreassen.
- Vanliga er smáligur fiskiskapur við gørnum eftir svartkalva um summarið, men í fjør og í ár hevur tað verið øðrvísi. Fiskiskapurin hevur verið og er góður, sigur Jákup Andrias Andreassen.
Níggju mans eru við Oknini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Harvið er søga skrivað hjá føroyska rossinum – eisini í altjóða høpi
Felagið Føroysk Ross kann nú kunngera, at tey hava fingið tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum.
- Vit hava, okkum vitandi, sum fyrsti felagsskapur nakrantíð, megnað at tikið og goymt sáð av øllum livandi kalldjórum í einum stovni – nakað, sum verður mett at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyska rossinum, bæði í ílegusamanhangi og í framtíðar alimenning, skrivar felagið.
Ílegugrunnur
Í 2002 og í 2004 skipaði Felagið Føroysk Ross fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er trý ára gamli Frami.
Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Felagið vil í hesum sambandi takka: Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina, Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir, Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul, BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum MBM fyri stuðul við køvievni, greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum og ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing.
- Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá føroyska fossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.
Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum
Í summar hevur felagið eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum.
Fýra ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini síggjast væntandi um tvær vikur, tá ryssurnar kunna skannast.
- Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði í fjør. Fylið, Tutli, er fyrsta fylið í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.
- Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini, sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Jan Mortensen, sum hevur verið lønarstjóri síðan november 2016, gevst, og Jan Sjóstein hevur tikið við sum fyribilsstjóri
Jan Mortensen, sum hevur verið stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum síðan november 2016, gevst, og Jan Sjóstein tók mánadagin við sum fyribilsstjóri.
Orsøkin er, at Jan Mortensen gjørdist 67 ár í juni, og hevur í hesum sambandi ynskt at gevast sum stjóri. Hann heldur tó fram sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum.
Jan Sjóstein hevur drúgvar leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á einum av størstu stovnum landsins.
– Í Fíggjarmálaráðnum eru vit takksom fyri drúgvu tænastuna hjá Jan Mortensen og fegnast um, at hann heldur fram sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum. Eg vil takka Jan Mortensen fyri hansara stóra arbeiðið fyri landið seinastu 9 árini, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Amy Martinsdóttir Thomsen hevur starvast í skúlanum í Sumba síðani 2013
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Amy Martinsdóttir Thomsen í starv sum skúlastjóri í Sumbiar skúla, skrivar Skúlablaðið.
Amy er 46-ára gomul, úr Vági og og býr í Sumba.
Hon tók læraraprógv frá University College Nordjylland (UCN) í Aalborg í 2013. Amy Thomsen hevur eisini eykaprógv í føroyskum og svimjilæraraprógv frá Føroya Læraraskúla.
Nýggi skúlastjórin kennir skúlan ógvuliga væl:
- Amy hevur royndir sum læraravikarur frá Vágs skúla frá 2008-2010 og frá Sumbiar skúla frá 2010-2013. Síðani 2013 hevur Amy starvast sum lærari í Sumbiar skúla. Hon hevur undirvíst í øllum flokkum (1.-7. fl.) og í øllum lærugreinum.
Amy Martinsdóttir Thomsen tekur við frá 1. oktober at rokna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Nú Marjun í Kálvalíð er í farloyvi, røkir fyrrverandi sóknarpresturin á Tvøroyri embætið saman við Ingu Dam
Í 2023 fór Jónsvein Bech frá eftir nógv ár sum prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Suðuroyingurin er nú 70 ára gamal. Tá prestar eru farnir frá vegna aldur, er tað vanligt, at teir avloysa í løtum ymsastaðni.
Soleiðis er eisini nú í september 2025.
Marjun í Kálvalíð, sum er onnur av prestunum í Vága prestagjaldi, er í farloyvi hendan mánaðin.
Jónsvein Bech røkir í september embætið í Vága prestagjaldi saman við Ingu P. Dam, presti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Onnur vælumtót nøvn vóru Jákup, Matteo, Brandur, Eiri og Elias
Nóa var best umtókta navnið á dreingjum, sum vórðu føddir í 2024. Heili átta dreingir fingu hetta navnið, skrivar Hagstovan.
Næstbest umtókta dreingjanavnið var Jákup, sum seks dreingir vórðu nevndir í fjør.
Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Matteo og Brandur, sum fimm dreingir vórðu nevndir, og Eiri og Elias, sum fýra dreingir vórðu nevndir. Sjey dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn.
Nóa er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum. Hetta er tó fyrstu ferð, at Nóa hevur verið best umtókta dreingjanavn, skrivar Hagstovan.
Nóa er eitt lutfalsliga nýtt navn í Føroyum. Fyrstu ferð tað kom á listan yvir nøvn á nýføðingum var í 2002. Síðan tá hava 74 fingið navnið Nóa, og við ársenda í fjør vóru 76 menn við navninum Nóa búsitandi í Føroyum.
Jákup hevur í mong ár hevur verið væl umtókt navn til nýføðingar. Jákup hevur verið millum fimm tey best umtóktu nøvnini til nýføðingar heili átjan ferðir síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarárið fyri nøvnini. Tilsamans 190 dreingir hava fingið navnið Jákup síðan 1985. Harumframt hevur Jákup verið vanligasta navn á monnum í Føroyum síðan 2002 og næst vanligasta síðan 1985.
Tvey av nýggjaru nøvnunum í Føroyum vóru eisini millum best umtóktu dreingjanøvn í 2024. Fimm dreingir fingu navnið Matteo. Matteo er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2022 var eingin nevndur Matteo. Fýra dreingir fingu navnið Eiri í fjør, men áðrenn 2008 var eingin í Føroyum nevndur Eiri, og við ársenda í fjør vóru 24 við navninum Eiri búsitandi í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa – Hvørt av hesum nøvnum varð givið fýra gentum í fjør
Best umtóktu nøvnini á gentum, sum vórðu føddar í 2024, vóru heili seks í tali Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa. Hvørt navnið var givið fýra gentum.
Hetta er fyrstu ferð, at nøvnini Brim, Teresa, Emma og Olivia eru tey best umtóktu á nýføddum gentum, skrivar Hagstovan.
Bæði Ida og Maria hava verið best umtóktu nøvn á nýføddum gentum áður — Ida eina ferð og Maria heili seks ferðir. Síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár fyri navnahagtølini, hava knapt 200 gentur fingið navnið Maria. Maria er eisini tað navnið, sum flest kvinnur í Føroyum eita, og við ársenda í fjør búðu knapt 300 Mariur í Føroyum.
Síðan 1985 hava um 70 gentur fingið navnið Emma og umleið 60 navnið Olivia. Við ársenda í fjør búðu knapt 90 Emmur og gott 70 Oliviur í Føroyum.
Í hesum tíðarskeiðnum hava 40 gentur fingið navnið Ida, meðan 30 gentur hava fingið navnið Teresa. Við ársenda í fjør vóru gott 50 kvinnur í Føroyum nevndar Ida og knapt 30 nevndar Teresa.
Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Bára, Elina, Glæma, Lív og Nora. Hvørt av teimum var givið til tríggjar gentur. Tríggjar gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Seinastu tvær vikurnar hava 6. flokkar úr skúlunum í Tórshavnar kommunu verið og fiskað við sluppini Westward Ho
Fiskikappingin hevur verið hvørt ár, síðan hon byrjaði í 2009. Kappast verður um at fáa flest fiskar (fiskar undir 25 sentimetrar telja ikki við og verða settir útaftur), og vinningur verður eisini latin fyri størsta fiskin.
Undanfarna hósdag var 6. b í Skúlanum á Argjahamri við sluppini. Líkindini vóru ikki av teimum bestu – fitt av vindi og tað rak eisini hart. Tí varð farið tætt undir land við Nólsoynna at royna hesa ferð.
Fongurin var nakrir og 30 fiskar, tað mesta toskur og hýsa, men tvær longur sløddust eisini uppií. Størsti fiskurin var ein toskur, sum vigaði 2,5 kilo.
Í nýggju bókini hjá Helga Jacobsen um sluppina Westward Ho stendur um fiskikappingina:
“Endamálið við fiskidøgunum er, at næmingarnir fáa høvið at troyta sjógvin, sleppa á flot, royna seg á sluppdekki og soleiðis fáa fatan av parti av siglingarsøguni. Talan er um eitt tilboð frá kommununi í lærugreinini Náttúra og Tøkni. Foreldrini og abbar og ommur eru eisini vælkomin við næmingunum.
Næmingarnir fáa eitt stórt upplivilsi og læra av royna ymsan fiskireiðskap, at kenna vanligu fiskasløgini, at kanna fisk, kryvja, avhøvda og at greipa.”
Kollafjarðar skúli vann fiskikappingina í fjør. Fyrr hava Argja skúli, Hoyvíkar skúli, Sankta Frans skúli, Skúlin á Fløtum og Skúlin á Argjahamri eisini vunnið kappingina. Borgarstjórin handar vinnandi flokkinum steyp til ognar einaferð í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
Hetta verður seinastu umfar av Vild med Dans á TV2 - sendingarnar byrja síðst í mánaðinum
Sissal Johanna Norðberg, sum gjørdist landskend í Danmark, tá honn vann Dansk Melodi Grand Prix fyrr í ár, kundi í vikuni avdúka, at hon verður við í vælumtóktu sjónvarpssendingini Vild med Dans.
- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast partur í eini sendirøð, sum eg hvønn fríggjadag havi trúføst havi fylgt við úr sofuni saman við familjuni gjøgnum allan mín barndóm, skrivaði hon á sosialu miðlunum.
Hini ‘kendu’ í sendirøðini hesaferð eru: Julie Rudbæk, sjónleikari, Pusle Helmuth, sjónleikari, Camilla Ottesen, sjónvarpsvertur, Jasmin Lind, youtubari, Skinz, sangari, Peter Løvenkrands, fótbóltsvenjari, Gustav Salinas, íverkseti, Alfred Midé Erichsen, ævintýrari, og Jesper Asholt, sjónleikari.
Hetta er seinastu ferð, at TV2 framleiðir Vild med Dans. Sendirøðin byrjar síðst í september.
Vestmenningurin Sarah Mahfoud hevur fyrr verið við til at vunnið kappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Sí myndir av Viðareiði
Farne leygardag var summarsins síðsti tónleikafestivalur, Norð Festivalurin hildin í føgrum veðri á Viðareiði.
Høvuðsnavn á ársins festivali var danski bólkurin Dodo & the Dodo's. Harafturat upptraðkaði ein perlurøð av føroyskum tónleikarum, teirra millum Marius Ziska, Páll Finnur Páll, RSP og Adrenaline.
Sí myndirnar frá festivalinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
Bókaframløga av nýggjari skaldsøgu hjá Rúna Bjarkhamar var í Leirvík í vikuni
Rúni Bjarkhamar hevur skrivað eina áhugaverda skaldsøgu, sum varð løgd fram á Bátasavninum í Leirvík týskvøldið. Bókin eitur “1804” og sipar til árið, Royndin Fríða varð smíðað suðuri í Vági. Talan er um ein blending av fiksjón og søguligum tilfari. Um hugsjónarligar broytingar í Evropa í 18. øld, og hvussu tær ávirkaðu hugsanarhátt og framburð í Føroyum.
Skaldsøgan gevur eina mynd av fólki, lívi og hugsjónum í eini tíð, tá ið stórar broytingar hendu fyrst í Evropa og seinni í Føroyum.
Fátækdómurin man í øldir hava gjørt, at føroyingar mistu álitið á sær sjálvum. Áræðið, at bróta seg burtur úr neyðarsligum umstøðum, hevur manglað. Føroyingar hava átt ein part av skuldini fyri vesaldómin sjálvir. Royndir at skapa framburð møttu mangan svartasta afturhaldi; men yvirvaldið, embætismenninir, áttu eisini sín part.
Leikur í hesi skaldsøguni byrjar, tá ið franska kollveltingin hevur nøkur ár á baki. Maður, sum er ávirkaður av fronskum hugsanum, ið umboða upplýsingartíðina í 1700-talinum, kemur til Føroya, og roynir at planta hesar tankar millum føroyingar.
Ein av føroyingunum, sum eina best umboðar upplýsingartíðina, Jens Christian Svabo, er eisini nevndur í søguni. Vit hitta hann ikki, men ein av monnunum minnist hann, tá ið hann í 1781-82 var í Føroyum og skrivaði um landið. Hansara virðismesta arbeiði hevði samband við føroyskt mál, men eisini arbeiðið at lúka pátrúgv og løgnar siðvenjur burtur, var partur av starvinum.
Tað ber illa til at skriva eina skaldsøgu um samfelagsbroytingar í Føroyum og ikki nema við kirkjuna. Hennara støða í Føroyum hevur gjøgnum tíðina havt stóra ávirkan á, hvussu fólk hava livað tímiliga og andliga.
Handilsviðurskiftini í Føroyum í 1700-talinum verða eisini tikin fram. Hugsjónarliga henda stórbroytingar, og framburðssinnaðir føroyingar vilja hava broytingar.
Um Rúna Bjarkhamar:
Rúni Hjelm Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági. Hann hevur síðan 1991 búð í Leirvík, har hann er giftur og eigur tveir synir. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn tríati ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu". Søgan er prentað í lesibókini Dropar til 8. flokk. Rúni ritstjórnaði saman við øðrum lesibókina Les 1 til hádeildina. Hann hevur eisini rit stjórnað bókum, sum verða nýttar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Rúni skrivaði í 2014 bókina Maðurin og dreymurin, sum er bók um kenda ameriska mannarættindastríðsmannin Martin Luther King. Hann hevur eisini týtt stuttsøgusavnið Ringasta loyndarmálið, sum er um børn við avbjóðingum. Rúni hevur í nøkur ár virkað sum greinahøvundur á Skúlablaðnum.
Kelda: sprotin.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Við frímerki har málningur hjá Sigruni Gunnarsdóttir er myndevni, varpar Posta ljós á fjálgandi hendur í føroyskari mentan. Frímerkið varð víst fram á heimsframsýningini í Osaka í vikuni
4. september varð eitt nýtt frímerki givið út. Frímerkið myndar málningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir “Omma og eg”, har omma og dóttir sita og binda hvør sína ermu á somu troyggju.
Frímerkjaútgávan, sum hevur heitið Fjálgandi hendur, varpar ljós á hendur í føroyskari mentan – sum ímynd upp á kærleika, umsorgan og dagligt arbeiði. Hendur, ið leiða børn, veita troyst, arbeiða og binda ættarlið saman. Hetta tætta sambandið millum børn og vaksin sæst tíðum aftur í verkunum hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir. Frímerkið heiðrar felagsskap og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.
Føroysk frímerki á framsýning í Japan
Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan.
Føroyar vóru vertur fyri Faroe Islands Days í norðurlendska skálanum hósdagin og fríggjadagin. Hetta var eitt gott høvi at vísa fram føroyska mentan og handverk. Frímerkið hjá Sigrun Gunnarsdóttir varð presenterað á framsýningini, umframt serstemplið, sum er framleitt júst til hetta høvið.
Í hesum sambandi hevði Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Stílskapandi bretski bólkurin, ið ikki hevur spælt saman í sjey ár, spælir 20 konsertir í fimm evropeiskum býum í november og desember
Nú verður aftur møguleiki hjá fjepparum hjá stílskapandi bretska rokkorkestrinum, Radiohead, at uppliva teir live. Fyrst í desember hevur bólkurin fimm konsertir í Royal Arena á Amager.
Hetta eru stórtíðindi í Danmark. Ikki bara tí at Radiohead hevur nógvar fjepparar, men eisini tí, at bólkurin ikki hevur hildið konsertir í sjey ár.
Nú hevur bólkurin kunngjørt, at teir fara at spæla tilsamans 20 konsertir í november og desember í fimm ymiskum evropeiskum býum, teirra millum Keypmannahavn.
Seinast Radiohead spældi í Danmark var í 2017, tá teir spældu á NorthSide festivalinum.
Síðan tá hava fleiri av limunum miðsavnað seg um egnar solokarrierur. Oddamaðurin og sangarin Thom Yorke og guittaristurin, Jonny Greenwood, hava enntá stovnað eitt annað orkestur, The Smile, sum longu hevur givið tríggjar útgávur út, og sum eisini hevur vitjað í Danmark nakrar ferðir.
Orkestrið hevur sostatt havt úr at gera, og sambært trummusláaranum, Philip Selway, var tað nærmast av tilvild, at henda konsertferðin nú kom í lag.
- Vit hittust í fjør fyri at jamma eitt sindur saman. Eftir støðg í sjey ár kendist tað gott at spæla sangirnar aftur og finna sambandið við tónlistaliga samleikan, ið hevur sett seg so djúpt í okkum allar fimm, greiðir trummusláarin frá í eini fráboðan.
- Tað gav okkum hug til at spæla nakrar konsertir saman, so vit vóna, at tit kunnu koma til onkra av hesum konsertunum. Tí nú verða tað einans hesar. Men hvør veit, hvar vit enda, leggur hann afturat.
Umframt Keypmannahavn, spælir Radiohead eisini í Madrid, Bologna og London innan ferðin endar í Berlin um miðjan desember.
Atgongumerkjasølan byrjar 12. september, men longu fríggjadagin ber til at skriva seg upp á radiohead.com.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Bjargingararbeiðið heldur fram, og nú eru yvir 2.200 deyð og nærum 4.000 fólk løstað, siga myndugleikar
Hósdagin, fýra dagar eftir at Afganistan varð rakt av stóra jarðskjálvtanum, sum varð máldur til 6,0 á Richter-stiganum, funnu bjargingarfólk enn lík millum húsaleivdirnar.
Talsfólk hjá Taliban-stýrinum sigði, at í minsta lagi 2.217 fólk eru deyð í jarðskjálvtanum.
Mánamorgunin varð boðað frá, at í minsta lagi 622 fólk vóru deyð, og at yvir 1.500 fólk vóru løstað. Seinni varð deyðstalið broytt til 1.500 og nú til 2.200.
Jarðskjálvtin rakti eystara part av landinum nær við markið til Pakistan. Tað er torført at sleppa til harðast raktu økini, og tað hevur seinkað hjálpar- og bjargingararbeiðnum, skrivar Ritzau.
Umframt at yvir 2.200 eru deyð, eru eisini nærum 4.000 fólk løstað. Meginparturin av teimum deyðu og løstaðu eru í landslutinum Kunar, har miðdepilin var.
Hjálparfelagsskapir hava ávarað um, at Afganistan longu stríðist við fleiri øðrum kreppum, harímillum umfatandi fátækradømi, turki og afganskar borgarar, sum eru útvístir úr Pakistan og Iran. Eisini er hjálparveitingin úr USA munandi skerd.
Sambært ST eru yvir 500.000 fólk ávirkað av jarðskjálvtanum í eystara parti av Afganistan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Giorgio Armani, sum stovnaði Armani í 1975, andaðist hósdagin, 91 ára gamal
Italski mótasniðgevin, Giorgio Armani er deyður. Tað boðaði mótafyritøkan Armani, frá hósdagin sambært altjóða miðlum.
Giorgio Armani, sum stovnaði Armani í 1975, andaðist í dag, 91 ára gamal.
Hann hevði sambært Reuters verið illa fyri í eina tíð og kundi tí m.a. ikki luttaka, tá Armani hevði mótasýning undir mótavikuni fyri menn í Milano í juni, og tað var fyrstu ferð nakrantíð, at hann ikki hevði verið til staðar, tá Armani hevur havt mótasýning.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Minst 15 fólk deyð í portugisiska høvuðsstaðnum
Minst 15 fólk doyðu og 23 fingu skaða í eini vanlukku í høvuðsstaðnum í Portugal, Lissabon, tá ein kaðaljarnbreytavognur fór av sporinum mikukvøldið. Hósdagin var talið av deyðum vaksið til 16.
Støðan hjá fimm av teimum særdu var framvegis álvarslig, skrivar ABC News hósmorgunin.
Mikukvøldið kendu tey enn ikki orsøkina til vanlukkuna.
Talan er um tann rættiliga víðagitna Glória Funicular kaðalbreytina. Felagið Carris, ið rekur breytina, váttaði hendingina fyri CNN.
Eisini portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, úttalaði seg um vanlukkuna.
- Fosetin sendir sína samkenslu til familjunar, ið eru raktar av hesum sorgarleiki og vónar, at hendingin skjótt verður uppklárað av myndugleikarnar, sum hava ábyrgdina fyri hesum, skrivaði heimasíðan hjá forsetanum í gjárkvøldið.
Borgarstjórin í Lissabon, Carlos Moedas, segði soleiðis eftir vanlukkuna:
- Hetta er ein sorgardagur fyri okkara bý. Ein trupul dagur fyri øll. Hetta er tíverri sera álvarsligt. Hetta er ein vanlukka, ið ikki átti at verið hend, segði hann sambært RTP.
Stjórnin í Portugal lýst landasorg hósdagin. Í Lissabon lýsti býráðið sorg í kommununi í tríggjar dagar, skrivar CNN í Portugal.
Funicular da Glória er eitt av eyðkennunum í Lissabon (Mynd av Instagram)
Kaðalbreytin er eitt av landamerkjunum hjá Lissabon, og er sera væl dámd av ferðafólkunum í býnum. Hon koyrir í brekkuni millum plássið Restauradores og býarpartin Bairro Alto.
Kaðalvognarnir kunnu flyta upp til 42 fólk í senn. Kaðalbreytin varð tikin í nýtslu í 1885.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Eykaaðalfundurin hjá SEV samtykti farna fríggjadag at arbeiðast skal víðari við verkætlanini Mýruverkið II
Eftir at hava ligið í dvala í eina tíð er stóra grøna verkætlanin hjá SEV við eini pumpuskipan nú aftur klárvakin. Ein stórur meiriluti í SEV-umboðsráðnum tekur undir við leiðsluni at brúka 10 milliónir krónur til aftur at kanna verkætlanina við eini pumpuskipan.
Verkætlanin varð løgd á hillina fyribils, tá tað vísti seg, at kostnaðarmetingin gjørdist nærum 900 milliónir dýrari enn ætlað, og var komin uppá 2,2 milliardir krónur.
Góð uppmøting á eykaaðalfundinum. Allar 29 limakommunurnar vórðu umboðaðar
Nú tók so leiðslan í SEV stig til at fáa lív í aftur verkætlanina við fyrst at skjóta upp at fara undir at gera kanningar av kostnaðinum og øðrum. Tað mátti so eykaaðalfundur til at taka eina slíka avgerð. Og úrslitið av fundinum á Hotel Føroyum fríggjadagin varð eitt avgjørt ja til at loysa leiðsluni at brúka 10 milliónir til kanningar.
Hesar koma aftrat øðrum 60 milliónum, sum áður eru brúktar til kanningar.
Ein lurtandi og hugsannarsamur SEV stjóri
Tað var ein fegin stýrisformaður, sum takkaði fyri álitið eftir atkvøðugreiðuna, har 65 atkvøddu fyri og 8 ímóti. Umboð fyri allar 29 kommunurnar vóru møtt á fundi.
- Eitt týðandi stig á grønu leiðini er at taka endaliga avgerð viðvíkjandi verkætlanini við pumpuskipan í Vestmanna, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í SEV.
Hann vísir á, at fyri at kunna taka eina rætta avgerð, er umráðandi at kanna møguligar optimeringar og tillagingar nærri, og hesum hevur eykaaðalfundurin tikið undir við í dag við stórum meiriluta, segði nevndarformaðurin eftir atkvøðugreiðsluna.
Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Elsa Berg varð uttan iva millum tey, sum tóku undir við at kanna pumpuskipanina aftur, men sambært KVF var hon alt annað enn fegin um at skula útbyggja Sundsverkið við meiri oljuorku. Tað málið var tó ikki partur av sjálvari skránni, men fer helst at koma fram einaferð í framtíðini
Nevndin bað eykaaðalfundin um loyvi til at kanna verkætlanina nærri fyri at fáa til vega eina tøkniliga optimering/tillaging av verkætlanini, eina meting um samfelagsligu nyttuna og samsvarandi optimeringina fáa nýggj tilboð frá veitarum, eftir at útboð er farið fram í nøktandi mun.
Metti kostnaðurin av hesum arbeiði er 10 milliónir krónur, og fíggjarætlanin fyri 2025 verður broytt samsvarandi.
Ein komandi útbygging av Sundverkinum varð eisini umrødd á fundinum. M.a. hevur fyrrverandi stýrisformaðurin, Kári Johansen, víst á, at SEV hevur ikki ráð til bæði at fara undir eina pumpuskipan og eina útbygging av Sundverkinum.
Borgarstjórin í Tórshavn, Elsa Berg segði við KVF eftir eykaaðalfundin, at alt eigur at verða gjørt fyri at forða fyri meirnýtslu av olju í orkuskipanini hjá SEV. Orkusparing, effektivisering og grønar orkuloysnir eru svarið heldur enn at útbyggja Sundsverkið segði hon.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Olja og gass, vindorka og vetni í Norðsjónum fara at hava stóran týdning í framtíðini. Harvið eisini økið eystan fyri Føroyar.
Hóast olja og gass hevur verið framleitt í Norðsjónum í meira enn fimmti ár, og fleiri keldur eru tømdar, so rokna eygleiðarar og serfrøðingar á Offshore Europe í Aberdeen framvegis við, at Norðsjógvurin fer at hava ein týðandi leiklut í framtíðar orkuveitingini og vera ein hin fremsti framleiðarin av orku - fossilari eins og varandi - í mong mong ár aftrat.
Hetta var ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni, sum hevur verið hildin alla hesa vikuna. Dentur verður lagdur á, at neyvan nakað stað í heiminum ber til at fáa so nógva orku av ymsum slag sum júst í Norðsjónum. Og hetta er nakað, sum eitt nú Bretland og Noreg eiga at gera sær dælt av eins og Føroyar.
Stórar olju- og gasskeldur standa til at skula útbyggjast, og nógv leitiloyvi eru latin, har ábendingar eru um at finnna kolvetni. Tá Norðsjógvurin verður nevndur, so fevnir hann í bretskari orkuterminologi eisini um Atlantsmótið, sum er økið millum Hetland og Føroyar.
Her í risastóru fundar- og messuhølunum uttan fyri Aberdeen var altjóða oljumessan Offshore Europe hildin í hesi vikuni (Mynd: Jan Müller)
Offshore Europe, sum upprunaliga umboðaði olju- og gassvinnuna, er nú vorðin til eina breiðari orkumessu- og ráðstevnu. Høvuðsevnini vóru, umframt olju og gass, eisini flótandi vindorka, vetni (hydrogen), fangan, flutning og goymslu av CO2 (CCS) og niðurtøka av gomlum oljupallum (decommissioning).
Ein litrík løta á orkumessu. Meginfelagið hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, Offshore Energies UK varð ein av høvuðsstigtakarunum til stóru orkumessuna í Aberdeen í vikuni. Her stjórin David Whitehouse saman við nøkrum av hansara starvsfólkum (Mynd: Jan Müller)
Í fleiri av framløgunum á ráðstevnuni varð nettupp týdningurin av olju og gassi í økinum nær við Føroyar tikin fram, eitt nú av stjórunum í Shell og Ithaca Energy, ið eru feløgini, sum saman við Equinor og BP hava kjósað sær økið sum framtíðar kjarnu-orkuframleiðsluøki. Útbyggingar við føroyska markið hava stóran týdning fyri bretsku orkuframtiðina, nú 73 prosent av orkuni, sum verða brúkt til upphiting í bretskum húsarhaldum, stava frá gassi. Og nettupp gass er ein av høvuðskeldunum í bretsku undirgrundini í økinum millum Hetland og Føroyar.
Úr Føroyum luttók FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, á tiltakinum, sum er eitt av teimum størstu av sínum slag í heiminum. Eitt nú hitti stjórin í FOÍB, Jan Müller, stjórarnar í oljufeløgunum Shell og Equinor, har hann var kunnaður um nýggja orkufelagið ADURA, sum skjótt verður mest virkna felagið í økinum eystan fyri Føroyar.
FOÍB hevði eisini høvi at kunna um støðuna hjá Føroyum til leiting eftir olju og gassi eins og royndirnar hjá føroyskari veitaravinnu at vera partur av menningini av virkseminun í økinum.
Í fleiri av samrøðunum við bretsku orkufeløgini kom fram, at tey sóu møguleikan at kunna søkja um kanningar- og leitiloyvi gjøgnum føroysku Open Door skipanina, har tey sleppa undan at skula bíða eftir útbjóðingarumførum, sum nakað sera skilagott. Eisini kom fram, at tey meta komandi útbyggingarnar av olju- og gassleiðunum Rosebank og helst Cambo við føroyska markið eisini sum eina lopfjøl yvir um markið til Føroyar.
Stjórin í stóru norsku fyritøkuni Altera, sum eigur framleiðsluskipið, ið kemur á leiðirnar við Føroyar komandi vár at arbeiða fyri Equinor á Rosebank feltinum, sigur við orkan.fo, at tey hava stóran áhuga at kanna møguleikarnar fyri samstarvi við føroyskar veitarafyritøkur, tað verði seg innan bæði flogflutning, proviantering, bunkring, umvæling og annað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Tað hevði ikki beinleiðis verið í tráð við leikgongdina, um Føroyar høvdu fingið stig móti HM-bronsuvinnarunum, men heimaliðið kroysti Kroatia væl í løtum serliga 2. hálvleiki. Stóra møguleikan hevði Hanus Sørensen eftir tríggjar minuttir
Talan gjørdist ikki um nakað skrædl á Tórsvølli, men talan gjørdist heldur ikki um "stóra úrslitið móti stóru tjóðini", sum føroyska manslandsliðið jagstrar.
Avrikið var gott. Bæði í verjustøðu størsta partin av dystinum, í kontraspælinum í nógvum løtum, í høga trýstinum í 2. hálvleiki og so framvegis.
Kroatia hevði bóltin 80 prosent av tíðini fyri steðgin og skoraði eisini, tá føroyingar vóru eitt fet aftanfyri eftir innlegg av baklinjuni.
Men Hanus Sørensen hevði tveir stórar málmøguleikar - serliga tann fyrra tá hann var ein móti einum við Livakovic eftir frálíkt føroyskt mótálop.
Hanus Sørensen kundi lyft takið á Tórsvølli eftir bert tríggjar minuttir (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var eftir tríggjar minuttir. Størri gjørdust møguleikarnir hjá Føroyum ikki, men úttrykkið og støðurnar vóru har eftir steðgin.
HM-bronsuvinnararnir fingu eisini sínar møguleikar, tá Føroyar satsaðu. Men Mattias Lamhauge var stinnur og beindi stútarar og skot væl vekk.
Kroatia fór tó við øllum - við Luka Modric á vøllinum í umleið hálvan tíma. Balon d'Or vinnarin og hinir fingu trý stig: Føroyar taptu fyri triðju ferð í hesari undankappingini við einum máli.
Í dag gongur leiðin til Gibraltar, har Føroyar skulu royna at basa liðnum styrkismett undir sær fyri aðru ferð.
Hoyr samrøðu við Viljorm: Visti ikki av at hann hevur flest minuttir á landsliðnum
Hoyr samrøðu: Eyðun iðrar seg - Zlatko Dalic lættur um kroatiska sigurin
Hoyr samrøðu við Mattias: Eitt vónbrot at tapa óansæð hvussu sterk mótstøðan er
Sí videosamrøðu við Geza: - Dreymurin er vorðin veruleiki
Sí videosamrøðu við Edmundsson-brøðurnar: Stórur heiður at hava spælt líka nógvar dystir sum Fróði
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
Føroyar - Kroatia 0-1 (0-1)
31' 0-1 Andreij Kramaric (Ante Budimir)
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).
Montenegro - Kekkia 0-2 (0-1)
Støðan í bólki L:
Kekkia 12 stig
Kroatia 9 stig
Montenegro 6 stig
Føroyar 3 stig
Gibraltar 0 stig
Montenegro, Føroyar og Gibraltar hava spælt 4 dystir, Kekkia 5 og Kroatia 3.
Komandi dystir:
Mánadagin 8. september: Gibraltar - Føroyar
Mánadagin 8. september: Kroatia - Montenegro
Meinhard Olsen í skotroynd
Jóan Símun Edmundsson kýtir seg í doyggjandi sekundunum av dystinum
Málverjin Mattias Lamhauge - helst besti føroyingur á vøllinum móti Kroatia
Geza Turi fekk umsíðir sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Seint í dystinum móti Kroatia fekk Odmar Færø gult kort, og tað var nummar tvey í undankappingini hjá stinna miðverjanum. Harvið verður útskifting nú í føroyska hópinum
Man sá tað á andlitið hansara. 35-ára gamli miðverjin visti, hvat klokkan hevði sligið: Hann hevði gjørt eitt fríspark, sum greitt var til gult kort, og hetta var annað gula kortið hjá Odmari Færø í HM-undankappingini.
Tað er nóg mikið til leikbann, og harvið verður Odmar Færø ikki við, tá føroyska ferðalagið fer úr Vágum seint seinnapartin í morgin við kós móti Gibraltar.
Gullbrandur Øregaard kemur við ístaðin. 23-ára gamli miðverjin og liðformaðurin í Sandnes Ulf hevur spælt tveir A-landsdystir: Ein í ár (í Georgia) og ein í fjør - báðir venjingardystir.
Gullbrandur Øregaard í venjingardystinum í Georgia í juni, tá hann spældi 90 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025
Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen skoraðu báðir, áðrenn eitt korter var farið. Ísland svaraði bara einaferð aftur, og harvið fóru Føroyar úr Reykjavík við trimum flottum stigum - og fullum stigatali fyri tveir dystir
Eitt av størstu U21-úrslitunum hjá Føroyum, á útivølli í øllum førum, gjørdist veruleiki hóskvøldið.
Ísland var stórfavorittur undan dystinum við millum annað sínum tólv útisetum, men eftir eitt korter var 2-0 til Føroyar.
Í 3. minutti vunnu Føroyar bóltin á egnari hálvu. Áki Samuelsen fekk bóltin í vinstru og fór avstað. Fleiri íslendingar jagstraðu føroyska liðformannin, men vongurin megnaði at finna Mattias Hellisdal við góðari alvering inn móti miðjuni. 19-ára gamli miðvallarin kom beint inn um brotsteigarlinjuna og sendi bóltin væl niður í longra málhorn.
Eftir eitt korter skoraði Áki Samuelsen sjálvur. Hetta var eftir stórt mistak í íslendsku verjuni. Ranheim-spælarin fangaði bóltin, fór til stroks, og komin inn í brotsteigin var hann ísakaldur: 0-2.
Áki Samuelsen og liðfelagar fegnast (Mynd: visir.is / Anton Brink)
Hetta var avgjørt ein vátur vøttur hjá Íslandi, sum móti 5-4-1 skipanini og sterka arbeiðnum hjá føroyingum, formáddu sær lítið kring brotsteign fyri steðgin.
Sí videobrot: Føroyskur sigursrúsur í Reykjavík
Meira kroystir eftir steðgin - bar á mál við sterkum avriki
Í 2. hálvleiki var ein onnur mynd. Tað sá út til, at íslendingar høvdu fingið ein ordans uppsang. Trýstið varð størri, og miðverjarnir noyddust ofta at rudda burtur, umframt at føroyski málverjin, Hans Jákup Arngrímsson, í størri mun "kom til arbeiðis".
Hetta varð oftast avgreitt ógvuliga væl. Í 62. minutti fekk Ísland tó eitt heppið mál eftir mótálop, sum endaði við, at eitt hart innlegg rakti Heina Sørensen og síðani í málið.
Ísland trýsti føroyingar í botn í løtum, men fyriuttan ein stútara dygst framvið og eina flotta bjarging hjá Hans Jákupi, kom Ísland ikki nærri. Heldur ikki tá innskifti Jóhan Josephsen varð útvístur í yvirtíðini fyri tvey gul kort - eitt ógvuliga tunt - og dómarin brádliga vildi spæla í 98 minuttir heldur enn 96 minuttir.
Í trý-mans miðverjuni spældi Ejvind Restorff Mouritsen fyrimyndarliga væl, á heldur óvandum plássi, saman við Inga Arngrímssyni og Jákupi Norðoy Vilhelmsen. Virgar Jónsson og Hanus Højgaard borgaðu fyri nógvari megi á vongbakkunum.
Á sentrala miðvøllinum vístu Árni Nóa Atlason og Mattias Hellisdal, hví ávikavist norsk og svensk feløg hava keypt teir. Og á vongplássunum vístu javngomlu uppruna HB'anir, Heini Fossdalsá Sørensen, og Áki Samuelsen, hví teir kundu spæla á FC Midtjylland akademiinum, og hví áhugi er fyri teimum.
Fremsti maður var yngsti maður: 17-ára gamli Dávid Reynheim úr italska stórfelagnum Torino smæddist ikki burtur, og vísti hann - eins og aðrir - stóra renniorku.
Eitt sterkt liðavrik, við góðum einstaklingavrikum, gav úrslit, og sóu fyreikingarnar hjá Ólavi Mikkelsen og toymi út til at hava eydnast væl. Dávid Biskopstø Andreasen stríddist eisini manniliga tann hálva tíman, sum hann spældi. Tað gjørdi Jóhan Josephsen eisini sum fremsti maður í tólv minuttir, áðrenn hann heldur hart varð rikin av vølli.
U21 EM menn undankapping, bólkur C, 2. umfar
Hósdagin 4. september, Þróttarvøllur, Reykjavík
Ísland - Føroyar 1-2 (0-2)
03' 0-1 Mattias Hellisdal (Áki Samuelsen)
16' 0-2 Áki Samuelsen
62' 1-2 Sjálvmál
Reytt kort: Jóhan Josephsen
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (80' Jóhan Josephsen), Árni Nóa Atlason - Áki Samuelsen (L) - Dávid Reynheim (55' Dávid Biskopstø Andreasen)
Fríggjadagin 5. september
Estland - Sveits 1-1 (0-1)
Støðan
Føroyar 6 stig
Estland 1 stig
Sveits 1 stig
Frakland 0 stig
Luksemburg 0 stig
Ísland 0 stig
Føroyar og Estland hava spælt 2 dystir, Ísland og Sveits hava spælt ein dyst. Luksemburg og Frakland hava ikki spælt enn.
Komandi dystir:
Mánadagin 8. september Estland - Ísland
Týsdagin 9. september Luksemburg - Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Og at vit megna at fylgja við ímóti størri tjóðum. U21-landsliðsliðformaðurin, sum skoraði og legði upp, setur orð á "fantastiska arbeiðssigurin" í Reykjavík
- Kenslan er fantastisk. Hetta var ein arbeiðssigur, og teir sigrarnir følast oftast best. Ísland stýrir spælinum fyri tað mesta, men vit vóru effektivir tá vit fingu møguleikarnar.
Soleiðis tekur Áki Samuelsen stutt samanum 2-1 sigurin hjá føroyska U21-landsliðnum í Íslandi hóskvøldið.
Liðformaðurin situr vælnøgdur eftir eina máltíð á gistingarhúsi í Reykjavík og hevur fingið upplivingina at sodna eitt sindur, tá vit fáa fatur á honum.
Áki var sjálvur ein høvuðsmaður í at gagnnýta álopskendu støðurnar í dystinum. Vinstri vongurin hjá Ranheim legði væl upp til 1-0 málið, og átti sjálvur málið til 2-0, tá hann vann bóltin og kaldliga revsaði íslendska mistakið.
Men hvat vísur sigurin í Reykjavík?
- Hetta staðfestir, at vit hava eitt sera spennandi u21 landslið, og at tað komandi ættarliðið er gott. Eisini klára vit at fylgja við ímóti størri tjóðum.
- Nú hava tit seks stig av seks møguligum í undankappingini? Ætla tit tykkum til EM-endaspælið í 2027:
- Tað hugsa vit ikki um enn; vit taka ein dyst í senn, staðfestir Áki Samuelsen at enda.
Liðformaðurin og liðfelagarnir eru nú farnir til Luksemborg, har teir týskvøldið skulu spæla í 3. umfari í EM-undankappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2025
Skal vera ítróttastjóri í B36 - gevst beinanvegin sum venjari í B68
Jákup á Borg verður ikki høvuðsvenjari hjá B68 í 2026, ei heldur restina av hesum árinum, men heldur ítróttarstjóri í barndómsfelagnum B36.
Jákup á Borg hevur verið høvuðsvenjari á Toftum síðani mitt í 2022 kappingarárinum, sum endaði við at B68 bjargaði sær í deildini við flottari gongd.
Í 2023 var B68 í steypafinaluni, men tapti eftir brotssparkskapping til HB. Í júst 2023 var málið at nærkast topp-fýra stríðnum, men tað hevur B68 ikki gjørt - millum annað vegna fíggjarligu støðuna í løtum. Árið í 2024 endaði við, at felagið av Toftum bjargaði sær plássinum í Betrideildini á seinasta leikdegi við sigri á NSÍ við Løkin.
Jákup á Borg skuldi gevast sum B68-venjari við kappingarenda í fjør, men síðst í oktober avgjørdu partarnir at halda upprunaliga sáttmálan.
Jákup á Borg og borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, fegnast eftir at yvirlivingin varð staðfest (Mynd: Sverri Egholm)
Hann gongur til kappingarenda 2026, men nú hetta kappingarárið líður móti endanum er greitt, at Jákup á Borg fer frá B68 til B36.
B68 skal harvið hava ein nýggjan høvuðsvenjara. Og hetta skal henda beinanvegin, tí Jákup á Borg gevst nú í landsliðssteðginum.
Ítróttarliga ábyrgd
B36 setti fyri beint undir einum árum síðani Tummas Erling Djurhuus í parttíðarstarv sum fyrsta verliga ítróttarstjóra felagsins.
Tá skrivaði felagið, at arbeiðsuppgávan í høvuðsheitum verður at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.
Suðuroyingurin noyddist tó at fara úr starvinum í summar av heilsuávum. Síðani hevur B36 leitað eftir avloysaranum, og nú er viðkomandi funnin.
Jákup á Borg kennir B36 væl í tíðini sum spælari og venjari. 45-ára gamli havnarmaðurin stjórnaði besta mansliðið felagsins í fýra ár: Frá 2017 til og við 2020. Nú vendir hann aftur í øðrum leikluti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Landsliðslegendan fer undir sítt fyrsta høvuðsvenjarastarv í vaksnamannafótbólti við barndómsfelagnum. Sum skilst er avtalan millum partarnar fyri restina av 2025
Tað verður Fróði Benjaminsen, sum tekur við eftir Jákup á Borg, sum venjari hjá B68.
Fróði Benjaminsen hevur - enn - flest dystir á føroyska manslandsliðnum. Teir eru 94 í taii.
B68 er barndómsfelag hansara, og har spældi harðføri og dugnaligi miðvallarin eina rúgvu av dystum.
Meistaraheitini komu við HB og B36, men B68 var væl við onkur av árunum, har Fróði var profilur: Serliga í bronsuárinum í 2003.
Fróði Benjaminsen tók A-prógvið sum venjari í 2021 og 2022. Hann hevur havt leiklutir í Fòtbóltssambandinum sum til dømis U17-landsliðsvenjari hjá dreingjum, og er hann í løtuni við U19-landsliðnum hjá dreingjum til venjingarkappingar.
Sum skilst tekur 47-ára gamli toftamaðurin yvir á Svangaskarði, so skjótt sum hann kemur aftur tíðliga í næstu viku.
Hetta verður fyrsta høvuðsvenjarastarvið hjá Fróða Benjaminsen í vaksnamannafótbólti. Sum skilst er avtalan við B68 galdandi fyri restina av 2025 í fyrstu syftu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
KÍ og HB vunnu stórt á ávikavist FC Suðuroy og TB, men bæði lótu eisini tvey mál inn
Tveir av dystunum í 21. umfari í Betrideildini farna vikuskiftið vórðu spældir í Suðuroy leygardagin, har tvey tey størstu feløgini í Føroyum vitjaðu.
KÍ var á vitjan í Vági og spældi uttan teir tríggir ovbyrjaðu, sum ikki vórðu úttiknir til landsliðið hesaferð: Hall Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen.
Sí eisini: Hallur, Patrik og René eru ov skaðadarvaðir og slitnir
Útiliðið herjaði tó sum væntað á frá byrjan. Tað var 0-1 eftir tólv minuttir, og tað kundi væl verið meira enn 0-2 í steðginum, men tað var móti endanum av 2. hálvleiki, at skriðan veruliga leyp.
Páll Andrasson Klettskarð skoraði tvey mál, og Árni Frederiksberg var við í nógvum. Tað gjørdist 0-5 í 90. minutti, men so fekk FC Suðuroy tvey mál - og KÍ eitt afturat. Samanlagt 2-6 og ósigraða liðið hjá Magnus Powell nærkast við stórum fetum FM.
Í Trongisvági kom eitt mál fleiri: 2-7.
HB legði seg á odda tíðliga, TB svaraði aftur. So hendi tað sama einaferð aftruat - í báðum førum skoraði HB-leigusveinurin Mohammed Samba fyri TB - men Sammy Skytte syrgdi fyri 2-4 áðrenn steðgin.
Í 2. hálvleiki við Stórá var eingin ivi: Skjótt var 2-6. Emil Grønn Pedersen var aftur í hopla hjá HB: Við tveimum málum og tveimum uppleggum.
HB er harvið aftur undir liðuni á NSÍ í stigum, í stríðnum um 2. plássið, NSÍ hevur tó nógv betri málúrtøku.
Sí eisini: NSÍ heldur fram at leggja trýst á HB
Bert tvey stig millum B36 og Víking
Tað var spenningur og nakað av dramatikki í teimum báðum seinastu dystunum, sum vórðu spældir leygarkvøldið. Teir høvdu eisini sína ávirkan á stríðið um 4. plássið, sum kann geva atgongd til Conference League næsta ár.
B36 var frammanfyri í hesum stríðnum í summarsteðgin men ringa gongdin hjá árstalsfelagnum og stigini hjá Víkingi í august - millum annað tapini hjá B36 á ólavsøku og í innanhýsis dystinum í Sarpugerði - koppaðu skjótt fyrimunin til føroyameistararnar.
Hannes avgjørdi alt í Sørvági
07 Vestur fekk eitt mál kolldømt tíðliga í dystinum móti B36, og bæði liðini høvdu risamøguleikar fyri steðgin.
Leingi sá út til, at botnliðið fór at fáa minst eitt virðismikið stig, men tá tíggju minuttir vóru eftir, fann Marius Kryger Lindh væl Hannes Agnarsson. Pláss var í 07 Vestur-verjuni, liðformaðurin rak inneftir í vinstru og setti kaldliga bóltin í netið.
Súrt hjá Michael Schjønberg og hansara monnum - søtt hjá B36.
Víkingur kroyst - bert eitt stig heim av Svangaskarði
Eftir nakað av práti og gitingum var Atli Gregersen í byrjanaruppstillingini hjá Víkingi móti B68.
Útiliðið kom annars á odda eftir ógvuliga gott mótálop. Ingi Jonhardsson kom ígjøgnum í vinstru, og legði útfrá til Sølva Vatnhamar, ið setti bóltin væl í netið.
B68 var tó væl meira lívligt og vælspælandi enn í hinum dystunum eftir summarsteðgin. Liðið hjá Jákupi á Borg hótti fleiri ferðir, og Bárður á Reynatrøð varð noyddur til at gera nakrar góðar bjargingar.
Inannfyri smáar tríggjar minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki, vendi tað tó frá 0-1 til 2-1 á Toftum. Tað gekk galið í uppspælinum hjá Víkingi, ið annars hevur verið sterkt - serliga í meistaraárinum í fjør. Fyrst spældi Arnbjørn Svensson bóltin mitt til ein B68'ara á egnari hálvu og síðani hin miðverjin, Atli Gregersen. Ungu og ágrýtnu Djóni Samuelsen og Hanus Højgaard revsaðu mistøkini við kassa eitt.
Talan gjørdist tó ikki um fyrsta sigurin hjá B68 eftir summarsteðgin, men heldur triði janvleikurin á rað hjá Víkingi. Í 90. minutti kom bólturin í hondina á Karstini Clementsen, tá Ingi Jonhardsson royndi at fara framvið honum í B68-brotsteignum. Søvi Vatnhamar var aftur ísakaldur og sendi bóltin heilt upp í málhornið.
Sí: Video - B68 mundi farið avstað við øllum á Toftum
21. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 29. august
EB/Streymur - NSÍ 1-3 (1-2)
12' 0-1 Michal Przybylski (Jann Benjaminsen)
18' 1-1 Andras Olsen (Mórits Heini Mortensen)
29' 1-2 Daniel Obbekjær (Aron Knudsen)
90+1' 1-3 Jasper van der Heyden (Jann Benjaminsen)
Leygardagin 30. august
TB - HB 2-7 (2-4)
06' 0-1 Ási Dam (Emil Grøn Pedersen)
11' 1-1 Mohamed Samba (Samudeen Musah)
27' 1-2 Emil Grøn Pedersen (Mathias Voss)
30' 2-2 Mohamed Samba (Nikolei Johannesen)
35' 2-3 Sammy Skytte (Heini Sørensen)
45' 2-4 Sammy Skytte
55' 2-5 Emil Pedersen (Jákup Thomsen)
57' 2-6 Jákup Thomsen (Emil Grøn Pedersen)
72' 2-7 Bartal Páll Klein
FC Suðuroy - KÍ 2-6 (0-2)
12' 0-1 Árni Frederiksberg (Daniel Johansen)
45' 0-2 Deni Pavlovic (Daniel Johansen)
49' 0-3 Filip Brattbakk (Mads Boe Mikkelsen)
89' 0-4 Páll A. Klettskarð (Árni Frederiksberg)
90' 0-5 Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk)
90+3' 1-5 Fríði Holm (Olivur Thomsen)
90+6' 1-6 Claes Kronberg
90+6' 2-6 Alexander Kilgour (Olivur Thomsen)
B68 - Víkingur 2-2 (0-1)
20' 0-1 Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardson)
67' 1-1 Djóni Samuelsen
69' 2-1 Hanus Højgaard (Patrick Mensah)
90+1' 2-2 Sølvi Vatnhamar
07 Vestur - B36 0-1 (0-0)
81' 0-1 Hannes Agnarsson (Marius Kryger Lindh)
Støðan:
KÍ 56 stig
NSÍ 48 stig
HB 48 stig
Víkingur 33 stig
B36 31 stig
EB/Streymur 24 stig
B68 20 stig
FC Suðuroy 13
TB 11 stig
07 Vestur 10 stig
Nú er støðgur í landskappingini vegna landsdystir. Næsta umfar í Betrideildini verður spælt 14./15. september
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Fyri fyrstu ferð í føroysku kappingini hevur ein kvinna dømt ein dyst í fremstu deildini hjá monnum. Tað var á Dungasandi leygardagin, tá Nanna Løf Andersen úr Danmark dømdi dystin millum 07 Vestur og B36
Í nógv ár hava Føroyar samstarvað við Noreg, Danmark, Finnland, Ísland og Svøríki um umbýti av dómarum og hjálpardómarum.
Avtalan inniber, at á hvørjum ári senda Føroyar ein dómara og ein hjálpardómara til fýra av hinum Norðurlondunum, samstundis sum Føroyar árliga fáa vitjan av einum dómara og einum hjálpardómara frá fýra av hinum Norðurlondunum.
Og leygardagin var tað Nanna Løf Andersen úr Danmark, ið kom til Føroya at døma dyst í Betrideildini hjá monnum. At hjálpa sær hevði hon Jørleif Djurhuus og Anders Randrup, ið eisini er dani, meðan Kári á Høvdanum var. 4. dómari.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Nanna Løf Andersen er í dómaraørindum í Føroyum, og heldur ikki fyrstu ferð, at hon dømir dyst hjá monnum. Hon var nevniliga ein av dómarunum í U17 EM endaspælinum, sum var í Føroyum í mai mánað, og vikuna frammanundan dømdi hon dystin millum Lyngby og Hillerød í næstbestu deildini í Danmark. Leggjast kann eisini afturat, at í fjør varð Nanna Løf Andersen kosin ársins dómari í Danmark.
Sambært Lassin Isaksen, ið er dómaraleiðari hjá FSF, hevur tað stóran týdning fyri okkara dómarar, at teir javnan sleppa uttanlands at døma. Og tað, at ein kvinna nú hevur dømt ein dyst í fremstu deildini hjá monnum her heima, kann vónandi skapa áhuga hjá øðrum føroyskum kvinnum at gerast dómarar.
– Fyri menningina av okkara dómarum hevur tað týdning, at teir fáa møguleikan í øðrum umhvørvi. Hetta er eisini við til at geva teimum royndir, tá altjóða uppgávur eru á skránni, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.
Dysturin á Dungasandi leygardagin endaði 1-0 til B36.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
Steypafinalurnar standa sterkast í minninum - serliga tann í desember 2021 millum B36 og NSÍ, sum endaði í brotssparkskapping. Eingin hevur dømt so nógvar skrásettar dystir í Føroyum sum Eiler Rasmussen
Sum dómari hevur hann umboðað Skála og AB, hann hevur dømt tríggjar steypafinalur, tvær ferðir er Eiler Rasmussen valdur til ársins dómara, og undanfarna fríggjadag var dystur nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum á skránni, sum eisini er met fyri føroyskar fótbóltsdómarar.
Soleiðis lýsir Fótbóltssamband Føroya ein av sínum trúføstu ábyrgdarpersónum - tann drúgvasta dómaran av øllum, tá tað snýr seg um skrásettar dystir.
Dagfinn Forná (362 dystir) og Petur Reinert (349 dystir) eru næstir metmanninum av Skála.
Eiler Rasmussen hevur umboðað júst Skála og umboðar nú AB. Hann hevur millum annað dømt tríggjar finalur í kappingini um Løgmanssteyið, og í viðtalu við FM1 fríggjakvøldið á Eiði, dró 48-ára gamli dómarin júst steypafinalurnar fram sum serstakar.
- Sjálvandi eru steypafinalurnar nakað heilt serligt. Eg dømdi finalurnar í 2007, 2015 og 2021. Tann í 2021 er tann, sum sum stendur sterkast í minninum. Hon var millum B36 og NSÍ, endaði í brotssparkskapping og varð spæld í desember mánaða. Tað er ein av dystunum, sum standa best í mínum minni.
Eiler í nevndu steypafinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eftir runda dystin, sum var millum EB/Streym og NSÍ, spurdi Trygvi Absalonsen Eiler, um hann fer eftir tí næsta stóra runda talinum:
Kann mann rokna við, at tað kemur upp til dyst nummar 500 hjá tær?
- Nei, tað rokni eg ikki við. Nú sigi eg næstan sum javnaldur mín Óli Hansen segði ofta so í FM-árinum í 2007: Vit taka ein dyst í senn - hjá mær er tað nú: - Vit taka eitt ár í senn.
Eiler Rasmussen í miðuni, saman við Jóhan Eliasen og Arnari Lognberg, á veg á vøllin til dyst nummar 400 hjá Eileri (Mynd: Sofus Debes Johannesen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
U19-liðini hjá Víkingi og Narva Trans spæla 17. september í Føroyum og í Estlandi 1. oktober í stóru evropeisku ungdómskappingini
Í fjør var eitt føroyskt felag á fyrsta sinni við í stóru kappingini Youth League.
Hetta er ungdómsútgávan av Champions League. HB royndi seg móti Progrés Niederkorn úr Luksemborg í fjør. Tað endaði við javnleiki á Tórsvølli, og í Luksemborg vann heimaliðið.
Víkingur vann FM hjá U17 í fjør. Hetta gevur felagnum rættin til at spæla í Youth League í 2025.
Tað verður tó eitt U19-lið. Youth League er fyri U19-lið, og í vikuni gjørdist greitt, hvørjum Víkingur skal møta í sínari fyrstu roynd í kappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Til steypafinaludagarnar 12. og 13. september er B36 umboðað í øllum dreingjafinalunum, umframt í gentum U13. Víkingur er eisini ógvuliga væl umboðað á dreingjasíðuni
Ungdómsítrótt snýr seg sanniliga ikki bert um úrslit, men støðan í steypakappingunum - og í nøkrum landskappingum - benda í øllum førum á, at nógv verður gjørt rætt í B36.
Tá ungdómsfinalur verða spældar á Tórsvølli 12. og 13. september, verður B36 í fimm finalum - tær eru seks í tali.
Talan er millum annað um allar á dreingjafinalurnar.
Tann einasta finalan uttan B36-luttøku verður tann hjá U16-gentum. Har vann Skála hálvfinaluna móti júst B36 í vikuni - Skála er nummar eitt í landskappingini og B36 nummar tvey.
FC Hoyvík hevur eisini spælt seg í U16-finaluna, og AB og 07 Vestur hava eisini lið við.
Víkingur er aftur í ár væl umboðað: Liðið í Eysturkommunu hevur annað árið á rað lið í øllum dreingjafinalunum (U13, U15 og U17). Har standa allar finalurnar millum Víking og B36.
Tað er rímiliga merkivert, at feløg sum KÍ, HB og NSÍ ikki hava umboð í nakrari ungfómsfinalu. HB er tó greitt oddalið í U17-landskappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Hetta merkir, at triggir føroyskir landsliðsspælarar verða at síggja í fremstu donsku deildini hetta kappingarárið
Tað er nú staðfest, at Teis Horn Rasmussen nú fer at spæla í fremstu donsku deildini.
Hetta verður við Ribe-Esbjerg. Tað kunngjørdi felagið fyri sínum stuðlum og fjepparum farna vikuskiftið í sambandi við fyrsta landskappingardystin í ár.
Talan er um eitt-árs sáttmála, galdandi fyri kappingarárið 2025-2026.
Teis Horn Rasmussen kann fegnast um at hava skrivað undir sáttmála við felag á hægri stigi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Teis er triði føroyski landsliðsspælarin, sum nú tekur fetið til bestu donsku deildina, sum er ein av teimum fremstu í heiminum. Pauli Jacobsen er fluttur upp við HØJ, og Óli Mittún er komin til GOG.
Hetta er sera gott fyri Teis sjálvan, umframt landsliðið. 29-ára gamli strikuspælarin skiftir úr Aarhus Håndbold í næstbestu deildini. Har hevur sterki maðurin, við hondbóltsuppvøkstrinum í Neistanum, spælt tvey tey seinastu árini.
Ribe/Esbjerg endaði í fjør nummar 10 av teimum 14 liðunum í Håndboldligaen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Innandura sandflogbóltshøllin, Koksið, á havnalagnum í Fuglafirði er nú liðug og klár til stóra kapping á mentanardøgunum í Fuglafirði um vikuskiftið
Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa innandura sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika.
Flogbóltssamband Føroya hevur fyribils atgongd til Koksið fram til oyggjaleikirnar í 2027, og tá má støða takast til, hvat so hendir víðari.
Koksið fer at verða sera týðandi í sambandi við menningina av sandflogbólti í Føroyum. Talan er um menning av leikarum sum heild, menning til komandi altjóða avbjóðingar og eisini til oyggjaleikirnar í 2027.
Samstundis sum Koksið nú er klárt at taka í nýtslu, er ein dupultur uttandura sandflogbóltsvøllur um at vera liðugur í Sandavági. Umframt tað, verður ein uttandura vøllur eisini bygdur í Fuglafirði.
Koksið verður tikið í brúk við stórari kapping í sandflogbólti, sum verður á Mentanardøgunum í Fuglafirði hetta vikuskiftið. Kappingin byrjaði í gjárkvøldi. Síðsti dystur er í morgin kl. 16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2025
Parasvimjarin var við í fimm kappingum í Bangkok. 19-ára gamla havnarkvinnan eigur nú eisini tvey evropeisk met
Seinastu vikuna hevur HM-parasvimjikappingin hjá Virtus verið í Bangkok, har Oddvá Sedea D. Nattestad (2006) úr Havnar Svimjifelag umboðaði Føroyar.
Hetta í bólkinum II3 sum sambært Parasport Føroya er fyri vælfungerandi fólk við autismu. Hetta er lutfalsliga nýggjur bólkur innan svimjing.
Oddvá Sedea fekk eina frálíka byrjan við HM-silvuri og evropeiskum meti. Hetta var í 50 metra bringusvimjing, og nakrar dagar seinni gjørdi hon tað aftur í 100 metra bringu.
Sum heild vóru úrslitini ógvuliga flott, og setti Oddvá Sedea Nattestad persónligt met í øllum sínum kappingum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2025
Leivur Joensen, sum eisini vann bronsu í OL-skeet hjá teimum vaksnu, vann gull hjá unglingum
Farna vikuskiftið skipaði Skjótisamband Føroya fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.
Í OL skeet varð ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Tórur Fløtt vísti styrki frá byrjan, og megnaði at verða heili 10 dúgvur framman fyri Pól Jóhannus Smith Jensen, sum bleiv nummar tvey við 42 dúgvum í finaluni.
Unglingin og hondbóltsmálmaðurin Leivur Joensen, hevði eina góða kapping, og megnaði at vinna eitt triðja pláss, við 32 dúgvum í finaluni. Leivur megnaði eisini í kappingini, at skjóta allar 25 dúgvurnar í einum umfari.
Tríggir íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 111 dúgvum. Næstur vóru Mattias D. Eidesgaard við 88 dúgvum og Eli Dam við 74 dúgvum.
Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.
Í OL trap varð munandi meira spennandi, tí íðkarar skiftust um at liggja fremst.
Frá tí at fyrsta skotið bleiv latið leygardagin, til seinastu dúgvuna í finaluni, skiltu ein og tvær dúgvur fremstu íðkararnar, men tá til stykkis kom, dró Alex Johannesen úr Eysturskoti longra stráið, og vann, tvær dúgvur framman fyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Bronsuna vann Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og sonurin, Bartal Klettheyggj úr sama felag, vann unglingakappingina.
Vanligt er ikki at skipa fyri hesum báðum FM kappingum sama vikuskifti, men orsaka av altjóða landsliðsluttøku, fekk ein áseting í FM reglunum gildið, ið áleggur, at FM skal flytast, um altjóða luttøka fellur saman við eina FM kapping. Og tað gjørdi tað so í ár.
Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, hesaferð vann Byrsumúli steypið. Teir, ið umboðaðu Byrsumúla á liðinum vórðu, Esmar Joensen og Jón Jacobsen, hesir vórðu samlað tvær dúgvur framman fyri Eysturskot, ið var umboðað av Alex Johannesen og Høgna G. Jósleivsson.
Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður í dag, tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.
Úrslit:
FM OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
4. Esmar Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Høgni G Jósleivsson
7. Bartal Klettheyggj
8. Bárður Poulsen
FM OL trap – unglingar
1. Bartal Klettheyggj
FM OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus Smith Jensen
3. Leivur Joensen
4. Jóannis Joensen
5. Jógvan Egholm
6. Herleif Hammer
7. Magni Dam
8. Mattias Eidesgaard
9. Eirikur Elisson
10. Óla Christian Debes
11. Áslakur Johannesen
12. Eli Dam
FM OL skeet – unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Hetta er fyrstu ferð eitt ross sum er heimhoyrandi í Nólsoy vinnur eitt FM heiti
Triðja árið á rað vann ein ung genta, sum reið fyrsta árið í tvíspor fyrsta flokki kappingina. Hesa ferð var tað 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus, sum reið á Sirkill, hestinum hjá Óla Svein Lutherusson úr Nólsoy. Hetta er fyrstu ferð eitt ross, sum er heimhoyrandi í Nólsoy, vinnur eitt FM heiti.
Undan kappingini farna vikuskiftið vóru Sirkill og Ranja mett at hava bestar møguleikar at vinna FM. Men um nakar ivi var, so gjørdu tey hann til skammar í kappingini. Tey bæði vunnu greitt á degnum, og høvdu eisini bestu tíð av øllum á breytini.
Sostatt vunnu tey FM við 28 stigum. Nummar tvey á degnum og í FM var Svanna og Barbara Carlsen, tær báðar fingu 22 stig. Silfá og Ása Bárðardóttir, sum vunnu FM í 2023, gjørdist nummar trý, bæði á degnum og í FM, tær fingu 20 stig.
Tvíspor ung vann Thor úr Syðradali. Sólrun Lützen ríður Thor, ið eisini vann FM við 33 stigum. Nummar tvey í FM og á degnum gjørdist Kiljan og Simona Tornby við 26 stigum. Nummar trý í FM og degnum var Orka og Eyðdis H. Djurhuus.
FM í trav var sera spennandi og var tað einans fýra hundrandapartar av einum sekundi sum avgjørdi FM. Undan kappingini var Dropi á odda, eitt stig framman fyri Gíg. Men av tí at Gígur vann á Dropa í seinastu kappingini yvirhálaði hann Dropa, bæði á degnum og í FM. Gígur fekk 25 stig og Dropi 24 stig. Tað eru systkinabørnini Simona Tornby og Lív Djurhuus, sum ríða Gíg og Dropa. Nummar trý á degnum og í FM gjørdist Doran við Fíu Nolsøe á baki.
Bæði FM í skeið og tølt var eisini avgjørt á degnum. Í skeið vann Stígur og Randarsól Heinensen á Brúna hjá Jóannes Debes, og í tøltinum var tað Brynjar og Regin Johannesen sum vunnu á Tango hjá Silju G. Eystberg. Bárður Johannessen gjørdist nummar trý í hesum báðum greininum. Í skeið á Kviku og í tølt á Stráki. Raðfylgjan á degnum og í FM var nevt tann sama.
Bárður Johannessen gjørdist eisini nummar trý í tvíspor annar flokkur. Tá reið hann á Lítla. Har vann Marengo og Laila W. Mouritzen, og Tindur við Barbaru R. Mouritzen gjørdist nummar tvey. Hesin flokkur er ikki FM grein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
Rennarin úr Klaksvík hevði eitt flott DM, har hon skar av sínari bestu tíð i á 400 metrum og í 400 metra rimarenning. Maria vann DM-silvur og fyrr í summar oyggjaleikagull í síðstnevndu greinini
Áðrenn oyggjaleikirnar setti hon føroysk met tríggjar ferðir - í kappingum í Danmark og í Belgia.
Á oyggjaleikunum á Orknoyggjum stóð Maria Biskopstø seg eisini sera væl, har hæddarpunktið var gulli í 400 metra rimarenning. Nakað sum var eitt mál hjá rennaranum, sum sanniliga eisini dugir at leypa, áðrenn:
- Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400m rimarenning, tí eg vann silvur seinast og kundi hugsað mær at klárað tað enn betur hesa ferð. Á 400m er hørð kapping, men eg vóni at kunna vinna heiðursmerki á hesum teini.
Soleiðis segði hon við Portalin í juni. Eftir oyggjaleikirnar hevur tað eisini gingið væl hjá Mariu.
Hevur longu betrað um metini
Maria Biskopstø fór nærum beint av oyggjaleikunum til risastóru kappingina World University Games. Ein mánaði seinni snúði tað seg um DM.
Danska meistaraheitið í frælsum ítróttum varð hildið á Hvidovre Stadion vikuskiftið 23. og 24. august, har millum annað Maria Biskopstø luttók fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.
Hetta skrivar Frælsur Ítróttur Føroya:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2025
23-ára gamla Maria Biskopstø úr Klaksvík hevur eisini ein dreym um at renna fyri danska landsliðið í fleiri altjóða kappingum, har hon ikki kann umboða Føroyar
Maria Biskopstø hevur seinastu mánaðirar sett føroyskt met samanlagt seks ferðir í 400 metrum og 400 metrum rimarenning.
23-ára gamli rennarin hevur eisini vunnið oyggjaleikagull í 400 metra renning, bronsu í 4 x 400 metrum borðrenning og DM-silvur í seinna helmingi av august.
Harvið ein týðilig og flott framgongd hjá føroyska rennaranum, sum nú rennur fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.
Men hvat eru so ætlanirnar hjá Mariu næstu tíðina:
- Nú er hetta kappingarárið av, so tí verður ein lítil steðgur í mínari venjing - til eg fari at herja á við venjingini til næstu sesong í 2026, sigur Maria Biskopstø við Portalin.
Vil bróta tíðarmørk og renna til størri altjóða kappingar
Tað verður tó ikki leingi, at klaksvíkskvinnan letur renniskógvarnar standa. Hon hevur betrað um sínar bestu tíðir og sett føroysk met í tveimum greinum seinastu tíðina.
Men hesar tíðarnar skulu helst nakað niður, umframt at fleiri føroysk heiðursmerki skulu i hús á oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027, staðfestir Maria Biskopstø:
- Eg havi nøkur mál í mun til tíðir. Hetta er at renna undir minuttin í hekkinum (400 metra rimarenning) - í løtuni er metið 61,42 sekund. Á 400 metrum er málið at renna undir 57 sekund. Har eitur tað 57,39 sekund í løtuni. Málið er eisini at vinna fleiri heiðursmerki til oyggjaleikirnir í 2027 í Føroyum og at menna meg støðugt til tá.
Maria Biskopstø til DM, sum hon rann ein stóran mánaða eftir Oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)
Innan frælsa ítrótt er tað tíverri so, at føroyskir rennarar ikki kunnu renna fyri Føroyar til fleiri stórar altjóða kappingar. Hetta vegna ríkisrættarligu støðuna og vantandi limaskap í altjóða fealgskapum: Eitt dømi er, tá Jónas Gunnleivson Isaksen rann seg til EM-gull (U20) í 2023. Tá var tað við donsku litunum og flagginum.
Maria Biskopstø vil eisini røkka so mikið langt í renning, at hon kann kappast við danska landsliðnum.
- Mín dreymur er eisini at kunna renna fyri danska landsliðið í fleiri kappingum. Eitt nú Norðurlendska meistaraheitið, sigur Maria við Portalin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
- Eg endaði kappingarárið á breyt við at fara til Onglands, har tað eru nógvar sterkar kappingar, og eg var ikki heilt nøgdur við tíðirnar í oyggjaleikunum, staðfestir Julian Gregersen
Hann var við at vinna gull í liðkappingini í hálvmararaton á oyggjaleikunum, umframt at eisini vann onnur heiðursmerkir á Orknoyggjunum.
Men 27 ára gamli Julian Gregersen úr Klaksvík var ikki heilt nøgdur, og valdi at enda hetta kappingarárið á breyt við at fara til Onglands:
- Eg endaði banaseasonina við at fara til Onglands at kappast. Í Englandi eru nógvar sterkar kappingar, og eg valdi at fara hagar, tí eg var ikki heilt nøgdur við tíðirnar í oyggjaleikunum, har varð runnið meira eftir medaljum enn at fáa javnt skjott tempo og skjótar tíðir.
Soleiðis sigur sterki langteinarenning við Portalin. Tað byrjaði við føroyskum og persónligum meti:
- 12. august rann eg 1.500 metrar í Trafford og setti føroyskt met. Átta dagar seinni, 20. august í Watford, rann eg 3.000 metrar og fekk eitt stórt persónligt met, men akkurát ikki tað føroyska.
Julian Gregersen í Onglandi. Peckers Pacers er stór kapping, har nógv verður gjørt burturúr
Men tveir dagar seinni, 22. august, eydnaðist tað so hjá Juliani. Hetta var á 5.000 metrum. Kappingin var í Peckers Pacers í Southwark í London. Har eydnaðist tað at seta føroyskt met og eisini at vinna kappingina - í einum sera sterkum "felti".
- Í 5.000 metrum var ein sum rann sum hara til 3.000 metrar so eg rann bara við honum. Eftir 3.000m føldi eg meg gott so eg setti ferðina eitt sindur upp og helt tað heilt á mál. Tad var ein fantastiskur stemningur við musikki, kommentatorum og nogvum áskoðarum. Nakað vit kunnu læra av í Føroyum, heldur Julian Gregersen.
Hetta var annað metið, sum Albert Marni Joensen setti í 1990'ununum, og sum Julian Gregersen nú hevði tikið.
Julian greitt ovastur
Julian Gregersen er nú í gongd við at venja til sína seinastu kapping í 2025. Hetta verður hálvmaraton í Valencia tann 27. oktober.
Har er málið at betra um sína tíuð - og kanska eisini røkka føroyska metinum hjá Marnari Djuurhus, sigur Julian at enda við Portalin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Tað var, sum Øssur var við okkum til arbeiðis restina av degnum í Sortudíki. Vit tosaðu um hann, fortaldu søgur um hann, nógvar teirra skemtiligar
Fríggjadagurin 29. august var ein løgin dagur til arbeiðis í Kringvarpinum, sum er størsta arbeiðsplássið fyri journalistar og miðlafólk sum heild. Henda fyrrapartin fingu vit boðini, at Øssur var farin. Journalisturin, fyrrverandi starvsfelagin – og so nógv, nógv annað afturat.
Tað var, sum Øssur var við okkum til arbeiðis restina av degnum í Sortudíki. Vit tosaðu um hann, fortaldu søgur um hann, nógvar teirra skemtiligar. Soleiðis var Øssur. Hann var øgiliga ofta til staðar á eini redaktión ella í eini journalistiskari diskusjón, sjálvt um hann ikki var har fysiskt.
Tað er í hesum anda, at Føroysk Miðlafólk vilja minnast Øssur á vegnum til hansara seinasta hvíldarstað.
Øssur brendi fyri journalistikkinum. Hann hevði sterkar meiningar. Var indigneraður. Irriteraður. Og hjartans glaður viðhvørt. Journalistikkurin fekk allar kenslur fram í honum.
Tað var ikki líkamikið, um ein søga vendi hendavegin ella handavegin. Um hesin ella hasin bleiv spurdur. Og um svarið slapp at standa, ella spurt varð uppaftur. Hatta er ikki í lagi! Hatta er ov vánaligt! Hatta var óluksáliga gott! Soleiðis fekst tú tað frá Øssuri, beint á. Ein góðan dag kundi hann leggja afturat, at “hatta er so bara mín meining.” Ein annan dag varð strikað undir við “for fanin altso...” Bæði vóru í lagi, tí tú visti altíð, at Øssur meinti tað av einum góðum hjarta. Tað hevði týdning fyri hann, og tað vildi hann eisini fortelja tær.
Tað kendist, sum hevði Øssur lagt eitt petti av sær sjálvum eftir hjá tær, tá tú vart liðugur at diskutera journalistikk við hann. Tú kundi vera samdur ella ósamdur við hann, men altíð hekk okkurt eftir.
Tí vóru tað eisini mong, sum høvdu Øssur í huga, tá journalistikkur skuldi gerast. Og tí var Øssur so mangan til staðar á redaktiónini ella í diskusjónini, hóast hann ikki var har fysiskt. Hvat hevði Øssur sagt til hetta? Hvussu hevði Øssur spurt? Hesir spurningar fara at liva í nógv ár afturat.
Øssur vildi deila sín brennandi áhuga fyri journalistikkinum við onnur. Tað gjørdi hann í sendingum sum Pressan og Skannarin, og tað gjørdi hann annars við eitt og hvørt høvi, ið honum varð boðið. Hann var altíð fúsur at hjálpa, vegleiða ella geva nýggjum spírum nøkur góð ráð við á vegnum. Líka til tað seinasta.
Tað var ein sjálvfylgja, at Øssur var virkin í okkara felag, Føroysk Miðlafólk. Hann var næstformaður í nevndini í 10 ár, líka til aðalfundin í fjør, tá hann bar seg undan afturvali. Hann var fakfelagsmaður. Rebelskur. Vildi hava rættvísi fyri tey, ið eftir hansara tykki vóru fyri órætti. Vildi tala maktini ímóti, tá tað kravdist.
Hesar eginleikar tók hann við sær inn í nevndararbeiðið, og hansara indignatión á hesum øki var ein drívmegi, ið førdi hann og Føroysk Miðlafólk langt. Men hann dugdi eisini at steðga á, tá tað kravdist. Hatta kunnu vit ikki, hatta er ikki okay! Tá visti tú, at Øssur hevði valt aðra kós enn konfrontatiónina, og soleiðis bleiv tað.
Ein aðalfundur við Øssuri var ongantíð keðiligur. Hann kundi flúgva í eina glóðheita diskusjón um journalistikk, fyri síðani at tríva í eina spíska stríðsvísu - uppi á borðinum. Eldhugaður og stuttligur, hvørt um annað.
Øssur var eisini samfelagsviðmerkjari og -kritikari. Aftur her var indignatiónin drívmegin, tá hann vildi vísa á skeivleikar í samfelagnum, sum eftir hansara tykki áttu at rættast. Ofta vóru kritisku viðmerkingar hansara spískaðar til við slíkari sarkasmu, at sjálvt tey kritiseraðu máttu smílast, áðrenn tey østu seg.
Í fjør vár varð hansara fjølbroytta lív, har hann eisini setti orð á seinastu árini við krabbameini, so sera væl lýst í sendirøð í Kringvarpinum, ið sjálvandi bar heitið “Mín seinasta deadline.” Fríggjamorgunin fór hansara deadline.
Hann rakk so víða, og tómrúmið verður stórt. Okkara tankar leita til børnini og annars øll tykkum, ið stóðu honum nær. Friður veri við minninum um Øssur Winthereig.
Føroysk Miðlafólk
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
Øssur var ein dugnaligur spælari, men størstu avrik hansara vóru á fyriskipanarliga økinum innan bridge í Føroyum
”Lívið er besta heilsubót. Lívið skal livast hvønn einasta dag. Í dag er kavi , og alt er hvítt úti. Ikki verður alt verandi hvítt, men eingin grund er at mála kavan svartan, hann skal nokk tiðna.”
Orðini skrivaði Øssur til ein vinmann á Messenger síðsta vetur, og siga tey nógv um hugburð hansara til lívið og deyðan, og um sjúkuna, hann fekk at dragast við tey síðstu árini. Opin, bersøgin og erligur, fór altíð eftir bóltinum og ikki eftir manninum. Soleiðis kendu vit bridgespælarar Øssur.
Øssur lærdi at spæla bridge undir lestrartíðini í Danmark í 1980´unum. Øssur var ein dugnaligur spælari, men størstu avrik hansara vóru á fyriskipanarliga økinum innan bridge í Føroyum. Tá ið Norðurlandakapping í 1990 var spæld á Handilsskúlanum (nú Glasir) í Havn, var Øssur blaðstjóri á dagliga tíðindablaðnum (bulletinini), og eisini í 2003, tá ið kappingin varð spæld á Hotel Hafnia. Í 2010 varð hann valdur í nevndina í FBS, har hann sat sum formaður til 2018, tá hann ikki tók við afturvali.
Hetta tíðarskeiðið við Øssuri á odda kom rættiligt lív í aftur altjóða luttøku hjá føroyskum bridgespælarum. Í 2008 hevði táverandi formaður Helgi Arnthórsson fingið í lag føroyska luttøku í íslendsku kjørdæmakappingini, sum m.a. var ætlað at fáa meira breidd í landsliðshópin, tí vanligi spælarin her eisini fekk høvi at spæla við. Øssur setti eisini mál fyri føroyska A-landsliðið. Í 2012 fekk hann danska landsliðspælaran og venjaran Jacob Røn at standa fyri venjin gini hjá føroysku landsliðunum. Ætlanin var ein sokallað trítrinsrakett.
Trin 1: Luttøka til NM í Keflavík 2013.
Trin 2: Luttøka til EM í Opatija, Kroatia 2014.
Trin 3: Luttøka til NM í Tórshavn 2015, har vit skuldu vinna heiðursmerki!
Ætlanin helt. Føroyar endaðu sum vanligt aftast í kappingini í 2013. Til EM kappingina 2014 stóð føroyska liðið seg væl og endaði nakað niðanfyri miðjuna. Men í 2015 gekk alt upp í eina hægri eind, tá Føroyar Open tóku øll á bóli og vunnu silvurheiðursmerki á Hotel Føroyum!
Tá ið farið var undir at skipa fyri Tórshavnar Bridgefestival í 2018, var Øssur vegna FBS ein av fyrireikarunum. Tiltakið eydnaðist nógv betur, enn nakar hevði vónað frammanundan, og er framvegis á skránni hjá FBS hvørt ár.
Ein onnur stór løta hjá Øssuri mundi vera, tá hann hóast sjúkur í 2024 varð við á veteranlandsliðnum (64+), sum spældi í EM kappingini í Herning.
Æra verður minnið um Øssur Winthereig.
Føroya Bridgesamband
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2025
-
Týsdagin 2. september 2025, gjørdist føroyski presturin í Danmark, Lisbeth Solmunde Michelsen 75 ár.
Lisbeth vaks upp í Klaksvík, og fór í 1968 til Danmarkar at lesa, fyrst á Rønde Studenterkursus og síðani á Aarhus universiteti.
Lisbeth Helene Solmunde Michelsen hevur gjørt prestatænastu í Hasle kirke í Aarhus, Frederiksborg Slotskirke, Nørre Herlev kirke og Vodskov kirke, og síðan 2015 hevur hon verið ‘Con Amor’-prestur – sjálvboðin prestur fyri føroyingar í Danmark.
Øll hesi árini hevur hon hildið gudstænastur og framt kirkjuligar tænastur fyri føroyingar, uttan embæti og løn.
Hon er harumframt fyrilestrarhaldari, ferðaleiðari, undirvísari og virkin í altjóða hjálpararbeiði. Gjøgnum árini hevur hon hildið umleið túsund fyrilestrar í Danmark um Føroyar undir heitinum “De magiske øer - mit land Færøerne”.
Í farnu viku skipaði Lisbeth fyri lestrarferð til Føroyar fyri at greiða frá um føroyska fólkakirkjuna og geva innlit í føroyskt kirkjulív fyri 20 prestum undir Varde provsti.
Seinastu árini hevur hon verið fyribils settur sóknarprestur í fleiri kirkjum í Norðurjútlandi, teirra millum Aalborg dómkirkju, Budolfi kirke, Vor Frue kirke, Margrethekirke og kirkjunum í Hasseris, Hals, Hou, Saltum, Alstrup, Hune og Ingstrup. Í 25 ár hevur Lisbeth eisini undirvíst í Nýggja Testamenti og dogmatikki á Teologisk Voksenundervisning, Aalborg Stift.
Hon skrivaði kandidatspesialið í 1977 við heitinum “Provst Jacob Dahls indsats for det færøske bibel- og kirkesprog” sum var týtt til føroyskt og prentað í ritinum “Fra Færøerne, - úr Føroyum” 1980.
Hon hevur verið deildarleiðari á guðfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya og lærari á Føroya Læraraskúla 1980 - 1983.
Hevur harumframt í 40 ár týtt røðurnar hjá Margrethu drotningtil føroyskt, og undirvíst og vegleitt Drotningina, tá ferðin gekk til Føroyar.
Dóttir Lisbeth er Christina Solmunde Michelsen, sum er prestur í Paris og samstundis undirvísir í føroyskum á Sorbonne universitetinum, sum tann fyrsta nakrantíð í søguna hjá universitetinum.
Hon eigur eisini tveir synir, Jakob Solmunde og Christian Solmunde Michelsen. Jakob Solmunde er stjóri í Erhvervsstyrelsen og hevur arbeitt í ES í Bruxelles. Christian Solmunde Michelsen hevur arbeitt hjá Maersk, og er nú stjóri í Exodraft.
Maður Lisbeth, Carsten Michelsen, dómari, arbeiddi í Landsstýrinum eitt skifti og var ákærari hjá føroysku løgregluni árini 1980 til 1983.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald