Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. september 2025 | Nr. 37 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Hava funnið leivdir av lívi á mars

SíÐa 4

1 Leygardagur 13. september 2025

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Grundlógartrætan

Føroyar fingu tveir flottar sigrar – útisigrar enntá – í fótbólti hesa vikuna. Men vit vunnu eisini ein politiskan sigur, tá tríggir danskir hægstarættardómarar avgjørdu eitt politiskt trætumál, sum hevur staðið millum donsku ríkisstjórnina og føroyska heimastýrið í nógv ár.

Nevniliga um ein føroysk umsókn at gerast limur í altjóða handilssamgonguni World Trade Organization, WTO, er í tráð við galdandi grundlóg – ta donsku.

Sum vit hava upplivað tað fleiri ferðir fyrr í spurningum um føroyskt sjálvræði á altjóða pallinum, so hevur føroyska ynskið rent seg í eina og somu forðing, so at siga hvørja ferð: Løgfrøðingarnir í løgmálaráðnum meta, at føroyskt sjálvræði er í stríð við donsku grundlógina, og tí hevur føroyska ynskið ikki verið gingið á møti av donsku stjórnini.

Spurningurin um limaskap í hesum eina felagsskapinum, WTO, hevur verið tikin fram oftani á ríkisfundum, tí júst WTO ikki hevur krav um, at limalondini skulu vera sjálvstøðug lond, men at tað er ein felagsskapur millum sjálvstøðugar marknaðir.

Og ongin ivi er um, at Føroyar er ein sjálvstøður marknaður - tollsamveldi. Og í slíkum handilsfelagsskapi vilja donsku umboðini til eina og hvørja tíð taka donsk áhugamál fram um føroysk.

Seinastu árini hava ljóða nýggir tónar frá donsku stjórnini hesum viðvíkjandi. Sitandi statsministarar hava í nógv størri mun víst forstáilsi fyri føroyska ynskinum, men hava tó víst fyrivarni við atliti til grundlógina.

Herfyri komu partarnir so fram til, at tað var eina roynd verd at virkja §6 í heimastýrislógini, sum snýr seg um, hvussu ósemjur millum Danmark og Føroyar kunnu roynast í eini serligari nevnd av serfrøðingum.

Sambært hesi greinini skal ein slík nevnd mannast við 7 limum, tveimum føroyskum embætisfólkum, tveimum donskum og so trimum hægstarættardómarum, sum hægstarættarforsetin útnevnir. Um semja ikki er millum embætisfólkini, eru tað hægstarættardómararnir, ið eiga avgerðina.

Hetta var fyrstu ferð síðan Heimasýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948, at §6 varð tikin í brúk.

Vit hildu, at tað fóru at vera reglutrælirnir (paragrafryttararnir), um vit kunnu kalla hægstarættardómarar so, sum fóru at seta seg ímóti. Okkara væntanir vóru tí, at embætisfólkini, útnevnd av donsku stjórnini, fóru at fylgja politiska vælviljanum hjá statsministarunum, og ganga føroyska ynskjunum á møti.

Men so varð ikki, tvørturímóti. Føroysku og donsku embætisfólkini vóru ikki samd.

Tí áttu hægstarættardómararnir avgerðina. Og teir gingu ímóti higartil galdandi uppfatanini hjá danska løgmálaráðnum av donsku grundlógini. Og tað er vorðið sum avgerð. Ein avgerð, sum møguliga kann slóða fyri øðrum frambrotum á altjóða pallinum í ókomnum døgum.

Men kanska serliga eitt wake-up-call til danir um, at tað er upp á tíðina, at grundlóg teirra verður umorðað, so at hon er í tráð við tann veruleika, sum er í dag. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 558

    Lisnar síður: 3335

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 13. september 2025

Hægstirættur valdi føroysku síðuna

Teir tríggir hægstarættardómararnir tóku ikki undir við áskoðanini hjá donsku embætisfólkunum, ið halda, at grundlógin forðar fyri føroyskum limaskapi í WTO

Aksel V. Johannesen tosar við fjølmiðlarnar eftir at hann hevði kunnað løgtingsins uttanlandsnevnd um WTO-avgerðina mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hægstarættardómararnir í serligu grein 6-nevndini, sum nú hava tikið avgerð um, at føroyskur WTO-limaskapur er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, sóu burtur frá støðutakanini, sum donsku embætisfólkini í nevndini høvdu, men tóku undir við føroyingunum.

Tey bæði donsku embætisfólkini í grein 6 nevndini komu til ta  niðurstøðuna, at slíkur limaskapur, “má metast at vera ósambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya”.

Henda grein 6-nevndin er ein serligur “dómstólur”, sum tekur støðu í ivaspurningum sambært føroysku heimastýrislógini. Hetta var fyrstu ferð, at grein 6 í heimastýrislógini varð tikin í brúk.

Donsku umboðini í nevndini vóru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri í løgfrøðiligu tænastuni í danska uttanríkisráðnum og  Anders Sparholt Jørgensen, stjóri í lógardeildini í danska løgmálaráðnum.

Føroysku umboðini vóru Bjørn Kunoy, professari, og sendimaður Føroya til Washington, og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sum mettu tað øvugta.

Í skrivligu avgerðini verða sjónarmiðini hjá hesum embætisfólkum ikki viðgjørd og endurgivin nærri, eitt nú tí tað stendur í heimastýrislógini, at um umboðini fyri landsstýrið og ríkisstjórnina ikki eru samd, so eiga teir tríggir landsrættardómararnir avgerðina.

Landsrættardómararnir í nevndini vóru Jens Peter Christensen, formaður, Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen.

Avgerðin kann lesast her

Sjálvstøðugt tollumveldi

Dómararnir eru eitt nú samdir í, at tað ikki er nakar ivi um, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt tollumveldi, sum jú er treytin fyri at kunna gerast limur í World Trade Organisation, WTO. WTO er nevniliga ein av heilt fáum altjóða felagsskapum, sum ikki hevur sum treyt, at limalondini skulu vera sjálvstøðug lond.

Sambært  Aksel V. Johannesen eru treytirnar, sum nú eru settar fyri, at Føroyar gerast limir í WTO og øðrum altjóða felagsskapum, at Danmarkar ríki ikki ábyrgdast av teimum avgerðum, sum Føroyar taka í hesum felagsskapum og at Føroyar skal spyrja stjórnina eftir hvørja ferð søgt verður um limaskap í einum altjóða felagsskapi.

Í sambandi við føroyska ynskið um WTO-limaskap, er hetta seinna ikki nakar trupulleiki í verandi støðu, tí danska forsætisráðkvinnan hevur sagt, at um serliga grein 6-nevndin loyvir tí, so er ikki nakað til hindurs fyri, at Føroyar søkja um limaskap.

Vónir um Efta-limaskap

Formliga skal tó framvegis spyrjast um loyvi. Men WTO limaskapur er ikki nakað, sum Føroyar kunnu fáa yvir nátt. Løgmaður metir, at tilgongdin til ein slíkan limaskap kann taka upp til trý ár í hvussu so er.

Aksel V. Johannesen løgmaður vísir á, at avgerðin, sum hægstirættur nú hevur tikið er einans galdandi fyri WTO limaskap, og tí eru vit í dag ikki komin nærri limaskapi í øðrum altjóða felagsskapum.

Men løgmaður vísti kortini á, at møguliga kann WTO limaskapur gerast ein liður, ið kann føra okkum nærri limaskapi í evropeiska Efta-fríhandilsfelagsskapinum, sum tað er eitt stórt føroyskt ynski at sleppa við í, tí so gjørdust vit automatiskt partur í fríhandilsavtalum við eina røð av londum, og sluppu harvið undan drúgvum og truplum samráðingum við hvørt einstakt land. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

3 Leygardagur 13. september 2025

Sambandsflokkurin: Ríkisfelagsskapurin gevur møguleikar - Tjóðveldi: Ein føroyskur sigur

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu flokkarnir yðst hvør sínu megin á loysing-samband ásanum tulka avgerðina hjá Grein 6-nevndini

- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli, stendur millum annað undir uppslagið við Høgna Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Føroyar vunnu aftur á donskum betongløgfrøðingum á teirra egna heimavølli. Júst sum væntað, so vundu føroyskir løgfrøðingar burturúr tí danska Justitsministeriinum í málinum um WTO. Og júst sum væntað, so verða nýggj hegn sett upp, har vit hava traðkað eitt niður.

Soleiðis skrivar Tjóðveldi í einum av sínum mongu uppsløgum á sosialu miðlunum mikudagin. Hetta eftir at tað gjørdist greitt, at grein 6 nevndin kom fram til, at Føroyar kunnu søkja um limaskap í WTO.

Hetta var løgfrøðiliga niðurstøðan hjá landsstýrinum, áðrenn viðgerðin byrjaði.

Sum so er tulkingin hjá Tjóðveldi, sum er løgd út saman við einari mynd og útsøgnin hjá Høgna Hoydal, ikki skeiv: Føroysku umboðini í serstøku nevndini vunnu á teimum donsku embætisfólkunum.

Bæði í hesum uppslagnum og í einum við Sirið Stenberg verður gjørt greitt, at nú eru størri sigrar fyri Føroyar á skránni. Her verður serliga sipað til sjálvstýri. Bæði núverandi forkvinna og fyrrverandi formaður floksins vísa á, at føroyingar ongantíð" geva upp móti dønum, sum eru trekir at geva viðurkenning.

- Ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi

Ikki óvæntað sær Sambandsflokkurin málið gjøgnum einar heilt aðrar brillur enn Tjóðveldi. Hetta var í stóran mun ein sigur og ein góður dagur fyri ríkisfelagsskapin er staðfstingin hjá sambandsfólki: 

- Niðurstøðan hjá grein-6 nevndini staðfestir, at ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum møguleikar (...) Niðurstøðan er greið: Føroyar kunnu hava limaskap í egnum navni og gerast sjálvstøðugt tollumveldi innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar. Hetta eru góð tíðindi fyri Føroyar og fyri ríkisfelagsskapin, tí niðurstøðan hjá grein 6-nevndini vísir, at ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.

Í viðmerking á Facebook-síðu floksins, sigur Bárður á Steig Nielsen, at niðurstøðan vísir tað øvugta av tí, at man er avmarkaður í ríkisfelagsskapinum:

- Vit í Sambandsflokkinum vilja betra um møguleikarnar hjá Føroyum og føroyingum, og vit síggja ferð aftaná ferð, at hetta kann gerast innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar.

Formaðurin og fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, heita í videobrotinum á hinar flokkarnir um, at "lata vera við at vilja loysa úr ríkisfelagskapinum". Tað meta tey ikki vera neyðugt.

[object Object]
Bárður á Steig Nielsen fegnast í gjár um niðurstøðuna hjá Grein 6-nevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

4 Leygardagur 13. september 2025

Hava funnið leivdir av lívi á mars

Ein av granskarunum, sum nú kunngera nýggju uppdagingarnar, er føroyingurin David Arge Klevang

Perseverance (Mynd: Nasa)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Granskarar, sum kanna tilfarið á gongustjørnuni mars, siga, at tey hava funnið møgulig tekin um, at smáverur – mikroorganismur – møguliga hava livað har.

Hetta kann tó ikki staðfestast við 100 prosents vissu, og granskararnir siga, at ikki-lívfrøðiligar forkláringar kunnu vera møguligar.

Granskarar hava kannað steinar, sum fjarstýrda akfarið ella rovarin, Perseverance, hevur savnað.

- Júst nú hava vit ikki aðrar forkláringar, enn at tað einaferð hevur verið lív. Men tað kann vera, at onkur er, sum er klókari enn vit. Tí leggja vit nú dáturnar fram, sigur JohnLeif Jørgensen, professari og deildarleiðari á DTU Space við Danmarks Radio.

[object Object]David Arge Klevang (Savnsmynd)

Føroyingurin David Arge Klevang er eisini partur av granskaratoyminum hjá DTU Space, og hann var eisini við til at menna akfarið, sum nú kannar tilfarið á mars.

John Leif Jørgensen, David Arge Klevang og ein hópur av øðrum granskarum hava í dag almannakunngjørt eina grein í vísundatíðarritinum Nature har teir lýsa hvat tað er, sum Perseverance hevur funnið á mars.

Úrslitini verða mett sum stórtíðindi, sum kunnu broyta okkara fatan av lívi yvirhøvur.

Vónin hjá granskarunum er nú, at tað fer at eydnast teimum at flyta tilfarið frá Perseverance niður á jørðina. Higartil eru kanningarnar gjørdar umvegis teir hátøkniligu møguleikarnir, sum eru til staðar.

Trupulleikin er, at ætlanin hjá Nasa at fáa tilfarið heimaftur av mars, Mars Sample Return, er fyri avbjóðingum, tí amerikanski forsetin hevur boðað frá, at hann hevur aðrar ætlanir, sum umfata at senda astronautar út á mars eftir tilfarinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

5

Størv

Leiðari til Vistir

Meira Umsóknarfreist: 21. september 2025

Framleiðslufólk til Havsbrún

Meira Umsóknarfreist: 15. september 2025

Málsviðgeri til Studna

Meira Umsóknarfreist: 22. september 2025

Roknskaparleiðari til Apoteksverkið

Meira Umsóknarfreist: 05. oktober 2025

Barsilsstarv: Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 18. september 2025

Starvsfólk til Rumbul í Runavík

Meira Umsóknarfreist: 23. september 2025

Klinikkassistentur / hjálparfólk

Meira Umsóknarfreist:

Námsfrøðingar, hjálparfólk og avloysarar til stovnin við sál og søgu

Meira Umsóknarfreist: 28. september 2025

Teknikari til elmálaratoymið

Meira Umsóknarfreist: 24. september 2025

Elektrikari/elinnleggjari til eltøknideildina

Meira Umsóknarfreist: 14. september 2025

Gartnari í farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 14. september 2025

Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka

Meira Umsóknarfreist: 22. september 2025
6 Leygardagur 13. september 2025

Ein skuldsettur í málinum um valsvik í Oyndarfirði

Valsvik skal vera framt á valstaðnum í Oyndarfirði á kommunuvalinum í 2024

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Politi hevur nú skuldsett ein persón í málinum um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði til kommunuvalið 12. november í 2024. Persónurin er skuldsettur fyri brot á grein 116, stk. 1 í revsilógini.

Tey, sum vera dømd sek fyri brot á hetta, kunnu revsast við fongsli upp til seks ár. 

Av tí at talan er um eitt revsimál, sum enn verður viðgjørt av politinum og ákæruvaldinum, eru í verandi løtu ikki fleiri viðmerkingar til málið, sigur løgreglan.

Tað var Jonhard Danielsen sum meldaði valsvik til løgregluna. Í fínteljingini misti Jonhard Danuelsen eina atkvøðu, sum hoyrdi til valstaðið í Oyndarfirði. Hetta gjørdi, at hann og Jóhan Vest høvdu líka nógvar atkvøður. Tá lutakast var, vann Jóhan Vest.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

7 Leygardagur 13. september 2025

- Kommunan ger onki við málið í løtuni

Illgrunin um valsvik ávirkar ikki arbeiðið í Runarvíkar býráði – tað er eitt mál millum løgregluna og ein borgara, staðfestir borgarstjórin

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Runavíkar kommuna ger, sum støðan er í løtuni, einki við málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið seinast, nú løgreglan í dag boðaði frá, at tey hava skuldsett ein persón fyri at hava framt valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði.

- Hetta er eitt mál millum løgregluna og tann skuldsetta, og tað er ikki nakað, sum vit fara at blanda okkum uppí. Í hvussu so er ikki fyrr enn rætturin hevur talað. Tað er stórur munur á at vera skuldsettur og at vera dømdur, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Borgarstjórin vísir á, at tað er valstýrið, ið er evsti myndugleiki í sambandi við kommunalval, og valstýrið hevur avgreitt og góðkend kommunuvalið í Runavíkar kommunu, sum varð hildið 12. november í fjør.

Tá tað er sagt, so fegnast borgarstjórin á, at løgreglan og ákæruvaldið endiliga hava tikið eina avgerð í málinum, tí hetta hevur nú í skjótt eitt ár verið ein illgruni, sum hevur og framvegis er tyngjandi fyri rættiliga nógvar persónar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

8 Leygardagur 13. september 2025

Varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti løgreglufólki

Maðurin varð leygardagin handtikin fyri at hótta og sparka eitt løgreglufólk í andlitið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin varð ein persónur handtikin fyri at hótta og brúka harðskap móti einum løgreglufólki. Viðkomandi varð grundlógaravhoyrdur sunnudagin, og rætturin avgjørdi, at hann skuldi varðhaldsfongslast, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Talan er um ein mann í 30unum, og varðhaldsfongslingin er í tríggjar vikur.

Tað var leygardag fyrrapart, at løgreglan legði seg uppí eina illstøðu millum tveir persónar, at eitt løgreglan varð hótt, og eitt løgreglufólk bleiv sparkað í andlitið.

Maðurin, sum er skuldsettur, er skuldsettur í sambandi við eitt líknandi mál fyrr í ár, og tí ynskti løgreglan at fáa hann varðhaldsfongslaðan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

9 Leygardagur 13. september 2025

Løgreglan nú givin at leita eftir horvnum útlendingum

Løgreglan vil tó framvegis frætta frá fólki, sum hava verið í sambandi við tær báðar suðurkoreansku kvinnurnar

Soo Jung Park og Soo Yeon Park (Mynd: Føroya Politi/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu tíðina eru ikki færri enn trý ferðafólk horvin í økinum við Trælanípuna og Bøsdalafoss í Vágum, og løgreglan boðaði týsdagin frá, at tey nú eru givin at leita eftir øllum trimum.

Talan var um meksikanska mannin Pedro Enrique Moreno Hentz og suðurkoreansku kvinnurnar, Soo Jung Park og Soo Yeon Park.

68 ára gamli Pedro Enrique Moreno Hentz varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Havn fyrrapartin mikudagin 3. september. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag. Seinnapartin hósdagin 4. september varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.

[object Object]
Pedro Enrique Moreno Hentz (Mynd: Føroya Politi/Facebook)

Sunnudagin boðaði løgreglan frá, at tey vóru givin at leita eftir meksikanska manninum, og seinnapartin mánadagin boðaði løgreglan frá, at leitingin eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnm nú eisini er steðgað.

Hóast leitingin er steðgað vil løgreglan tó framvegis frætta frá fólki, sum hava verið í sambandi við kvinnurnar, sum seinast vórðu sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið klokkan 16.45. Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag klokkan 20.46.

Til ber at venda sær til løgregluna á tlf. 351448.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

10 Leygardagur 13. september 2025

Góð ummæli til Etika í Runavík

Matguide’in White Guide sigur, at sushimatstovan á havnarlagnum í Runavík hevur ‘very fine level’

(Mynd: etika.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

White Guide er ein av fleiri guide’um, sum ummæla matstovur. Hendan guide’in miðsavnar seg um matstovur í Danmark og Svøríki.

White Guide Danmark hevur júst kunngjørt ummæli av sushimatstovuni Etika á Heiðavegi í Runavík. Og sigast má, at matummælararnir hava havt eitt gott upplivilsi. Etika Runavík fær spjaldrið ‘very fine level’ ella ‘meget god klasse’.

Móðurmatstovan, Etika á Áarvegnum í Havn, er ikki ummæld í hesi guide’ini.

Les ummælið her

11 føroyskar matstovur eru ummældar í White Guide, allar við rættiliga góðum ummæli.

Besta ummæli fær matstovan Ræst í Gongini, sum er millum tær allarbestu, sum eru í bólkinum kallaður ‘global masters level’ ella ‘global mesterklasse’.

Og her framgongur eisini, at Ræst kemur inn á einum flottum 10. plássi yvir tær allarbestu matstovurnar í danska ríkinum. Ræst fær 94 av 100 møguligum sgigum, herundir 37 av 40 møguligum stigum fyri matin. Bestu donsku matstovurnar eru Alchemist og Geranium í Keypmannahavn og á triðja plássi Jordnær í Gentofte.

Føroysku matstovurnar, sum hava fingið ummæli í White Guide eru hesar:

Global masters level/Global mesterklasse: Ræst

Masters level/Mesterklasse: Fútastova, The Tarv

Very fine level/Meget god klasse: Etika Runavík, Bitin, Húsagarður, Roks, Ruts Restaurant, Áarstova

Fine level/God klasse: Fiskastykkið, Katrina Christiansen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

11 Leygardagur 13. september 2025

Gevast við Nøtte

Serstaka páleggið úr Noregi hevði sín seinasta framleiðsludag í vikuni. Lág sølutøl og gamlar framleiðslumaskinur, sum eru dýrar at halda koyrandi, eru orsøkirnar

(Mynd: Wikipedia)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er at gera skjótt av, um ein vil royna at fáa sær Nøtte uppá breyð ella uppá ein bolla.

Seinasti framleiðsludagur var mikudagin. Hetta váttar Kristoffer Barbøl Vikebak, samskiftisleiðari í Orkla Foods Norge fyri norska blaðnum VG.

Orkla hevur síðani 1991 staðið fyri framleiðsluni av Nøtte, sum annars er frá 1964.

Sølutølini hava verið nóg støðug fyri at halda serstaka og søta pálegginum á hillunum, men tað eru tey ikki longur verður staðfest.

Orkla boðar eisini frá, at ein onnur høvuðsorsøk til avgerðina er, at Nøtte hevur verið gjørt við gomlum framleiðslumaskinum, sum eru dýrar at halda koyrandi.

Harvið verður hetta "við sorgblídni av" - eins og Sunda-maskinurnar vórðu sløktar í síðstu viku, staðfestir VG. Hetta "systurpáleggið" hjá Nøtte hevur annars verið á hillunum í Noreg í 95 ár.

Nøtte hevur leingi verið á hillum í Føroyum, og eisini verið at sæð á mongum borðum kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

12 Leygardagur 13. september 2025

Búskaparráðið: Politiski myndugleikin eigur at økja um útboðið av býlum

Sethúsaprísirnir hækka framvegis. Miðalprísurin í Tórshavn er nú 4,2 milliónir krónur, 2,5 milliónir í størri bygdum og 2,2 milliónir í smærri bygdum

Sethúsaprísirnir í Tórshavn eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5 prosentum samanborið við miðalprísin í 2024
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sethúsaprísirnir eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5 prosentum í Tórshavn samanborið við miðalprísin í 2024. Miðalprísurin er nú 4,2 milliónir krónur í Tórshavn.

Í sama tíðarskeiði eru húsaprísirnir hækkaðir í størri og smáu bygdunum við 6 prosentum, umframt Sandoy/Suðuroy við 13 prosentum. Stóri vøksturin í Sandoy/Suðuroy skal tulkast við varsemi, tí miðalprísurin kann togast upp av einkultum sølum eftirsum sølurnar eru fáar í hesum økjum.

Serliga hevur vøksturin verið stórur í størri bygdunum. Í 2024 var miðalprísurin 2,3 milliónir krónur meðan fyrra hálvár 2025 er miðalprísurin 2,5 milliónir krónur.

[object Object]

Sethúsaprísirnir eru øktir nógv seinastu 10 árini, ið sannlíkt stavar frá, at útboðið ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum, og tað kunnu tað vera fleiri orsøkir til. Millum annað hevur stóra tilflytingin gjørt, at tað hava verið fleiri um boðið at keypa sethúsini.

Harafturat kann eitt nú trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, og at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum, og viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.

Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur hesa avbjóðing í álvara við at økja um útboðið av bústøðum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

13 Leygardagur 13. september 2025

55.146 fólk búðu í Føroyum 1. august

Vøksturin frá 1. august 2024 var 0,7 prosent. Orsøkin er størri burðaravlop, og at færri fluttu úr Føroyum enn frammanundan

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fólkavøksturin heldur fram, og tann 1. august búðu 55.146 fólk í Føroyum. Tað eru tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, sum standa fyri ískoytinum til fólkavøksturin, sum kemur frá nettoflytingini.

[object Object]

Størri burðaravlop og nettoflyting

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 158 fólk og einari nettoflyting á 219 fólk. Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var meir enn tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu til Føroya, men serliga, tí færri fluttu úr Føroyum. 

Nevnast skal, at eftirskrásetingar eru í tali av fluttum millum Føroyar og útlond. Tá uppgerðin fyri undanfarna tíðarskeið varð gjørd fyri einum ári síðani var nettoflytingin 167 fólk. Nú eitt ár er liðið og eftirskrásetingarnar eru komnar við, er nettoflytingin 95 fólk. 

v

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

14 Leygardagur 13. september 2025

Kortnýtslan hjá føroyingum hægri í 2025

Tað tykist at vera ein alsamt størri partur av kortnýtsluni, sum verður nýttur uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kortnýtslan hjá føroysku húsarhaldinum var eitt vet hægri fyrra hálvár 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024.

Gongdin mánað fyri mánað í 2025 var meinlík gongdini undanfarin ár.

Í 2024 sæst eitt fall í kortnýtsluni í juni mánaði, ið stavar frá verkfallinum, sum elvti til, at tað manglaðu vørur í føroysku handlunum.

[object Object]

Tað tykist at vera ein alsamt størri partur av kortnýtsluni, sum verður nýttur uttanlands.

Fyrsta hálvár 2023 var 28 prosent av kortnýtsluni nýtt uttanlands, í fyrra hálvár 2024 var kortnýtslan uttanlands 30 prosent, og fyrstu seks mánaðirnar í 2025 vórðu 32 prosent av kortnýtsluni nýtt uttanlands.

Havast skal í huga, at kortnýtslan uttanlands ikki bert fevnir um nýtslu í sambandi við ferðing uttanlands, men eisini millum annað um hald av stroymingtænastum, spølum á netinum og vørukeyp á útlendskum heimasíðum, ið bæði kann vera smærri upphæddir og størri keyp, sum til dømis møblar ella køkar, ið verða keyptir beinleiðis á útlendskum heimasíðum, skrivar Búskaparráðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

15 Leygardagur 13. september 2025

Jákup og Maria vanligastu nøvnini í Føroyum

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika – nøvnini Jákup og Jógvan eru vanligastu nøvn á monnum í Føroyum, men nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári hava eisini verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvn í Føroyum. Men hóast hetta er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini, skrivar Hagstovan.

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá.

Hóast flestu av tíggju teimum vanligastu nøvnunum eru tey somu sum fyri 40 árum síðani, eru onkrar broytingar hendar. Navnið Anna Maria, sum tá var millum tíggju tey vanligastu, var í fjør nummar 32 á listanum. Hinvegin er navnið Lív farið av einum 63. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu kvinnunøvnini í fjør.

Nøvnini Jákup og Jógvan eru vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Tey hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Fara vit 40 ár aftur til 1985, eru tó onkrar broytingar at síggja. Navnið Hans, sum tá var millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum, var í fjør nummar 42 á listanum. Hinvegin er navnið Jónas farið av einum 550. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Í 1985 vóru fimm, sum itu Jónas í Føroyum, og við ársenda í fjør vóru teir 167 í tali, skrivar Hagstovan.

Fleiri nýggj nøvn komin afturat seinastu árini
Sambært Hagstovuni eru fleiri nýggj nøvn eisini løgd afturat navnalistanum seinastu árini.

Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn á kvinnum, eru Alda, Brá, Emilia, Ró, Ria og Vón.

Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd afturat hjá monnunum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Aron, Bragi, Lukas, Liam, Nóa, Róar og Silas.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

16 Leygardagur 13. september 2025

Hagstovan: Nú eru færri við fleiri fornøvnum

Seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum ella fleiri fornøvnum minkaður úr eini helvt niður í ein triðing – samansetingin av 1. og 2. fornavni er eisini broytt

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu árini eru føroyingar við fleiri fornøvnum fækkaðir í tali.

Navnahagtølini, sum fevna um 1. og 2. fornavn hjá fólki í Føroyum, vísa, at seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum ella fleiri fornøvnum minkaður úr eini helvt niður í ein triðing, skrivar Hagstovan.

Eisini er samansetingin av 1. og 2. fornavni broytt. Áður hevur verið vanligt at fleiri eita somu samanseting av 1. og 2. fornavni, til dømis Hans Jacob ella Hans Pauli, men tað eru nú færri og færri sum hava somu samanseting av 1. og 2. fornavni.

Fyri 40 árum síðani vóru tíggju samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu kvinnunøvnini, og fjúrtan samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu mannfólkanøvnini.

Í fjør var einki mannfólkanavn og trý kvinnunøvn á listanum, nevniliga Anna Maria, Anna Sofía og Elsa Maria.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

17 Leygardagur 13. september 2025

Málningurin av Pálli á Reynatúgvu avdúkaður

Tórbjørn Olsen hevur gjørt listaverkið av Páll á Reynatúgvu, sum sat sum løgtingsformaður frá 2015 til 2019

Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin var málningurin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, avdúkaður. Listamaðurin Tórbjørn Olsen hevur gjørt listaverkið.

Páll á Reynatúgvu sat sum løgtingsformaður í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019. 

Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum og -kvinnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995.

Tey, sum eru avmyndað higartil, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11) og Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22).

Málningarnir hanga í gongini á aðru hædd í Løgtinginum.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar - fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

18 Leygardagur 13. september 2025

Fótbóltssøga: Tá ið vøddaviðgerin endaði á A-landsliðnum

25 ára gamli vøddaviðgerin spældi so mikið væl, at hann vann sær fast pláss á miðvøllinum og endaði árið við fimm A-landsdystum, harímillum fýra vóru undankappingardystir til HM 1994

 
SkrivaÐ:

Jóan Pauli Jacobsen

Upprunaliga varð Páll á Reynatúgvu úttikin til A-landsliðið longu í 1989, tá Føroyar vunnu oyggjaleikir á heimavølli við at vinna heili 7-1 á Álandi í finaluni. Síðani var Páll ikki at síggja á altjóða fótbóltspallinum, fyrr enn hann sum vøddaviðgeri endaði sum A-landsliðsleikari á vári í 1993!

Í vikuni varð ein vangamynd avdúkað av Pálli á Reynatúgvu undir hátíðarhaldi í Løgtinginum. Páll varð heiðraður fyri politiska virksemið, sum fyrrverandi landsliðsleikarin hevur virkað fyri í ein mansaldur.

Páll á Reynatúgvu var í síni tíð eisini ein frálíkur fótbóltsleikari og var partur av B71-liðnum, sum fór ósigrað gjøgnum allar 18 landskappingardystirnar árið 1989 og púra óvæntað vann fremstu deildina. Sama ár var Páll við til at vinna oyggjaleikir á heimavølli, tá Føroyar vunnu heili 7-1 á Álandi í finaluni. Árið eftir flutti B71 niður og Páll hvarv av altjóða fótbóltspallinum í eina tíð. Hann spældi tískil ikki fyrstu altjóða skrásettu landsdystirnar, harímillum tiltikni sigurin á Eysturríki 12. septembur 1990.

Páll nam sær útbúgving sum vøddaviðgeri og á vári 1993 fór føroyska A-landsliðið til Skotlands á venjingarlegu fyri at spæla nakrar dystir ímóti klubbfeløgum í grannalagnum. Nakrir leikarar fingu skaða á ferðini, og brádliga avgjørdi landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson, at lata navnan, vøddaviðgeran Páll á Reynatúgvu, spæla. Hann varð skiftur inn í fyrsta dystinum ímóti Cove Rangers, og longu tveir minuttir seinni hevði hann skorað!

25 ára gamli vøddaviðgerin spældi so mikið væl, at hann vann sær fast pláss á miðvøllinum og endaði árið við fimm A-landsdystum, harímillum fýra vóru undankappingardystir til HM 1994.

Páll á Reynatúgvu var eisini liðskipari hjá B71, sum sama ár – í 1993 – vann einastu steypafinaluna í søgu felagsins.

Í hesi øldini hevur Páll á Reynatúgvu serliga gjørt vart við seg á politiska pallinum. Longu í 1998 varð hann valdur til Løgtingið sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin. Hann var tá bert 30 ára gamalur og framvegis virkin á B71-liðnum sum liðskipari. Í 2001 gjørdist hann borgarstjóri í heimbygdini, Sandur, og í 2002 varð hann settur sum landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum.

Fýra ferðir varð Páll afturvaldur til Løgtingið (í 2002, 2004, 2008 og 2011) og í 2015 varð hann valdur til tingformann av starvsfeløgum í Løgtinginum. Tað starvið røkti hann í fýra ár.

[object Object]Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður, og Torbjørn Olsen, listamaður, undir avdúkanini.

Kelda: Leysliga eftir Ivan Eginsson Eysturland


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

19 Leygardagur 13. september 2025

Slaktið verður á Vaglinum verður í dag

Hetta er ikki kølidiskurin í Bónus. Hetta er ein verulig uppliving – mitt í Tórshavn, saman við børnum, vinum og familju, siga fyriskipararnir

(Savnsmynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hugnaliga familjutiltakið, Slaktið, verður í dag klokkan 11 á Vaglinum.

- Og vit kunnu lova tær, at hetta verður nakað heilt serligt, siga fyriskipararnir.

Børn og vaksin sleppa at síggja, hvussu matur verður til. Tú fært eisini møguleika at smakka mat, sum professionellir kokkar gera, alt ókeypis. Tú kann eisini fylla tær ein posa ella spann við reyðmakkum, sum tú kann forkela tær havan við. Tú kann keypa ymiskar vælsmakkandi føroyskar rávørur á staðnum. Tað verður fletting, matgleði, hugni og nógv at læra fyri alla familjuna.

- Hetta er ikki nakað, sum tú lesur í eini bók ella sær á Youtube. Hetta er ikki kølidiskurin í Bónus. Hetta er ein verulig uppliving – mitt í Tórshavn, saman við børnum, vinum og familju, siga fyriskipararnir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

20 Leygardagur 13. september 2025

Nýtt heiðurstekin fyri tænastu í tilbúgvingini 

Silvurtekin verður latið fyri 25 ára tænastu og gulltekin fyri 40 ár. Eisini ber til at geva heiðurstekin til tey, sum hava gjørt nakað serligt innan tilbúgvingina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgmálaráðið hevur við rundskrivið 1. september sett á stovn eitt nýtt heiðurstekin fyri tænastu innan tilbúgvingina. Endamálið er at heiðra tilbúgvingarfólk, sum hava lagt nógv ár og orku í at gera landið og lokalsamfelagið tryggari.

Silvurtekin verður latið fyri 25 ára tænastu og gulltekin fyri 40 ár. Eisini ber til at geva heiðurstekin til tey, sum hava gjørt nakað serligt innan tilbúgvingina.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sigur soleiðis um nýggja heiðursteknið:

- Sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum fegnist eg um, at okkara land við hesum tekur stig til at heiðra teimum mongu ið, ósjálvsøkin, ár eftir ári tæna føroysku tilbúgvingini.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur skipanina.

[object Object]
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, skrivar undir rundskrivið 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

21 Leygardagur 13. september 2025

Hanna Vang heldur fram sum løgtingsins umboðsmaður

Hetta til og við 2030. Tað samtykti løgtingið einmælt í vikuni

Hanna Vang fer 1. januar undir sítt annað skeið sum løgtingsins umboðsmaður (Mynd: lum.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hanna Vang hevur virkað sum løgtingsins umboðsmaður síðani 1. januar 2021. Og hetta skal hon framhaldandi gera - til ársenda 2030.

Hetta samtykti løgtingið einmælt í vikuni.

Hanna Vang er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur royndir sum fulltrúi. Hon viðger ymisk mál og klagur, sum koma inn.

Hvørt skeið hjá løgtingsins umboðsmanni er fimm ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

22 Leygardagur 13. september 2025

Herborg L. Johannesen vart ph.d. um jodinntøku

Hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur

Á myndini frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Anna Sofía Veyhe, Claus Bogh, Jens Tølbøll Mortensen, Herborg L. Johannesen, Carsten R. Bjarkam, Maria Andersson og Stig Andersen (Mynd: Granskingarráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 5. september vardi Herborg Líggjasardóttir Johannesen ph.d. ritgerð sína um jodinntøku og kost í Føroyum.

Ritgerðin hevur heitið "Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum". Hon varpar ljós á jodstøðið í Føroyum og hevur týdning fyri bæði heilsufakliga vitan og framtíðar heilsupolitikk, skrivar Granskingarráðið.

Heimsheilsustovnurin (WHO) mælir til regluligt eftirlit við jod-støðuni, serliga hjá barnakonum, tí jod er avgerandi fyri virksemið hjá skjaldkertlinum (evnaskiftið) og menningina av heilanum hjá fostrum og nýføðingum. Bæði ov lítið og ov nógv jod kann hava neiligar heilsuavleiðingar.

Í ritgerðini er jodinnihaldið í føroyskum matvørum kannað, og jodstøðið hjá ungum, vaksnum og barnakonum er mett.

Úrslitini vísa, at hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur. Kosturin hevur ein avgerandi leiklut í jodinntakinum. Søguliga hava føroyingar etið nógv av fiski, sjófugli og tara, sum eru matvørur við høgum jodinnihaldi. Men broyttir matvanar kunnu hava elvt til fallandi jodstøði.

Í Danmark og øðrum londum er jodríkað salt kravt í matframleiðslu, men hetta er ikki galdandi í Føroyum. Sjálvbodna skipanin kann elva til ójavnt jodinntak.

Ritgerðin gevur eina mynd av jodstøðuni í Føroyum og skjalfestir eina broyting, sum kann elva til jodmangul. Hon gevur eitt íkast til kjak um kost og heilsu og kann vera grundarlag undir møguligum heilsupolitiskum átøkum.

Herborg L. Johannesen er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.

Eftir verjuna og ein stuttan fund kunngjørdi Carsten R. Bjarkam, formaður í metingarnevndini, at tað var ein samd nevnd, sum innstillaði til Aalborg Universet, at Herborg fær ph.d.-heitið fyri ritgerð og verju, skrivar Granskingarráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025

23 Leygardagur 13. september 2025

Anna-Elisabeth Holm vunnið BAAL Book Prize

- Eg eri ovfarin og ovurfegin! Tað sigur Anna-Elisabeth Holm, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur vunnið stóru heiðurslønina, BAAL Book Prize, fyri bókina "Migration, Adult Language Learning and Multilingualism"

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Anna-Elisabeth Holm, sum arbeiðir við føroyskum sum øðrum máli á Fróðskaparsetri Føroya, veit ikki, hvørjum beini hon skal standa á í løtuni.

- Hetta er ein fantastisk viðurkenning og herðaklapp. Eg eri ovfarin og ovurfegin!
Anna-Elisabeth Holm fekk hósdagin 4. september 2025 tann stóra heiður at vinna BAAL Book Prize 2025 á ráðstevnu á universitetinum í Glasgow í Skotlandi.

Tá Anna-Elisabeth Holm stóð sína ph.d.-verju á Heriot-Watt University í ringastu koronutíð í 2021, hevði metingarnevndin á máli, at í granskingartilfari hennara var av sonnum gott tilfar til bókaútgávu.

Ph.d.-ritgerð hennara eitur New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities, og Anna-Elisabeth Holm lá ikki á boðunum eftir væleydnaðu verjuna.

Alt fyri eitt fór hon aftur til arbeiðis, og úrslitið bleiv bókaverkið, sum nú hevur vakt ans altjóða og hevur vunnið bókaheiðurslønina BAAL, sum er stytting fyri British Association for Applied Linguistics.

BAAL Book Prize verður á hvørjum ári latin "framúrskarandi bók á nýtslumálvísindaliga økinum", og bókin hjá Annu-Elisabeth Migration, Adult Language Learning and Multilingualism: Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese var ein av tilsamans fýra bókum, sum vóru í uppskoti at vinna.

Anna-Elisabeth Holm hevur fingið eina millión krónur í granskingarstuðli frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið í Frítíðargrunninum. Verkætlanin, sum hon nú arbeiðir við, eitur Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2025

24 Leygardagur 13. september 2025

Óvæntað vitjan av kongi

Føroyski básurin á Euroskills í Herning fangaði uppmerksemi hjá kongi

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska handverkaravinnan hevur í hesi vikuni havt bás til Euroskills, sum hevur verið í Herning.

Hetta er ein EM-kapping millum handverkslærlingar, men føroyingar sleppa ikki at luttaka, tí vit ikki eru við í evroparáðnum.

Ein básur hevur kortini gjørt vart við føroyskt handverk, og eisini setr sjóneykuna á føroyskan limaskap.

Og básurin fangaði uppmerksemi hjá kongi, tá hann hósdagin vitjaði kappingina.

Í básinum stendur ein tríbekkur, sum John Høgnesen hevur smíðað til høvið, og sum hann hevur gjørt lidnan á básinum. Og bakgrundina gjørdi Livar Nysted. Hann málaði nevniliga ein stóran máling av einum 10-mannafari.

Kongur var so mikið hugtikin av hesum virkseminum, at hann steðgaði á, og doypti enntá bátarnar.

Hoyr samrøðuna við Marius Thomassen frá Vinnuhúsinum, sum Árni Gregersen gjørdi hósdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

25
Leygardagur 13. september 2025

Sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið longdur við týðandi broytingum

Sáttmálin er longdur fram til 1. apríl næsta ár

Frá vinstru: Stefan í Skorðini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Regin M. Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum (Mynd: mf.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag hava gjørt semju um at leingja verandi sáttmála fyri fiskiskipini fram til 1. apríl, tó við nøkrum týðandi broytingum.

Við semjuni eru sjey broytingar gjørdar í sjálvum sáttmálatekstinum, umframt at serreglur eru gjørdar fyri skip í bólki 2 – trolarar – sum eru útgjørd við skipanum til vaktfrí maskinrúm og bara hava ein maskinmeistara. Her skal heitið hjá maskinmeistaranum vera maskinstjóri.

Við semjuni verður tað m.a. eitt krav, at maskinmeistari, ið verður settur til eftirlitsarbeiði í samband við nýbygging ella umvælingar- og umbyggingararbeiði skal gera seravtalu við reiðaran, áðrenn eftirlitsarbeiðið verður gjørt.

Eisini verður betur nágreinað í sáttmálanum, at arbeiðslønin hjá maskinmeistarum, sum arbeiða umborð millum túrar, bæði er pensjónsgevandi, og at frítíðarløn uppá 12 prosent skal roknast oman á hana, skrivar heimasíðan hjá Maskinmeistarafelagnum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

26
Leygardagur 13. september 2025

Hoyvíkar skúli vann fiskikappingina

Árliga fiskikappingin millum 6. flokkar við Westward Ho er nú av, og vinnarin bleiv 6. b. í Hoyvíkar skúla, sum fekk 121 fiskar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingin varð hildin fyrstu ferð í 2009, og hetta er triðju ferð, at Hoyvíkar skúli vinnur kappingina. Hinar ferðirnar vóru í 2011 og 2014.

Umframt at kappast um, hvør fær flest fiskar, verður eisini kappast um at fáa størsta fiskin. Ta kappingina vann Kjartan, sum gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hann fekk ein kalva, sum vigaði 6,2 kilo, og fyri tað fær hann eina tráðu frá Jógvani Weihe.

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði í dag 6.b steyp til ognar fyri sigurin í fiskikappingini, og segði millum annað:

– Tit sleppa at læra, hvussu man fiskar, hvørji fiskasløg eru, hvussu man ger við fiskin, sum man fær, og tit læra eisini um sluppina Westward Ho. Eg veit, at manningin á sluppini dugir væl, og eg ivist onga løtu í, at tit eisini hava lært okkurt á túrinum hjá tykkum.

– Kommunan eigur sluppina. Tað merkir, at vit øll eiga hana. Og eg vóni, at tit eisini fara at vera góð við sluppina og koma umborð aftur eina aðru ferð. Og hvør veit – kanska verða onkur av tykkum sluppvinir og fara við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

– Eg vil takka manningini og sluppvinunum, sum gera tað møguligt at hava hesa kappingina, og sum taka sær so væl av sluppini.

– Eisini ein tøkk til skúlarnar, sum hava meldað til, og til lærarar og onnur, sum hava verið við hesar túrarnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

27 Leygardagur 13. september 2025

Vindmyllulund í Klivaløkshaga fingið umhvørvisgóðkenning

Sjey vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga á Sandi

(Mynd: Umhvørvisstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umhvørvisstovan veitti í vikuni Spf. Vindorku undir stovnan umhvørvisgóðkenning at seta upp eina vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi.

Spf. Vindorka undir stovnan ætlar at seta sjey vindmyllur av slagnum Vestas, V-117 upp í 264 til 305 metra hædd á og kring Bøllufjall í Klivaløkshaga í útnyrðing úr Sands bygd. Myllurnar væntast at framleiða tilsamans umleið 150,7 GWt av ravmagni um árið. 

Hæddin á vindmyllutornunum frá lendinum upp til snúningsaksulin verður 91,5 metrar. Tvørmátið á veingjunum (veingjabreiðið) verður 117 metrar, og samlaða hæddin til ovasta veingjaspíss 150 metrar. Lægsta hædd (niðasti veingjaspíssur) verður 33 metrar upp frá lendinum.  

Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum. 

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna skuggakast ella óljóð í økjum, sum Sands kommuna hevur lagt út til sethús, almennar stovnar, vinnu, frílendi ella summarhús.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

28 Leygardagur 13. september 2025

Reisigildi fyri nýggju panthøllini hjá IRF í Sandavági

Panthøllin skal nýtast sum miðstøð fyri tí nýggju pantskipanini fyri íløt, sum verður sett í verk komandi vár

(Mynd: Umhvørvismálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin var reisigildi fyri nýggju panthøllini hjá IRF í Sandavági.

Panthøllin skal nýtast sum miðstøð fyri tí nýggju pantskipanini fyri fløskur og íløt, sum verður sett í verk komandi vár.

Landstýrskvinnan við umhvørvismálum, Margit Stórá, varðar av lógini um pantskipan fyri íløt og flutti hon fylgjandi røðu framí sambandi við reisigildið: Røðan kann lesast her.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

29 Leygardagur 13. september 2025

Elektron hátíðarhelt 60-ára stovningardag

Pf. Elektron varð stovnað tann 9. september í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum

Ulla Joensen er stjóri í Elektron (Mynd: Kateryna Vishchak Joensen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdag 9. septembur helt fyritøkan Elektron sín 60-ára stovningardag. Elektron bjóðaði inn til móttøku, har tað varð borðreitt við munnbitum og góðum huglagi, í stórum telti, ið var sett upp uttan fyri bygningin á Staravegi 9.

Ulla Joensen, stjóri í Elektron helt røðu. Eisini hildu Brian Smedemark, og Aksel Johannesen, løgmaður, røðu, ávikavist vegna nevndina og vegna ognarskapin í landinum.

- Elektron er ikki bara ein fyritøka – tað er eisini fólksins ogn. Í 60 ár hava vit ment KT-loysnir, sum hava broytt gerandisdegin hjá føroyingum til tað betra. Tað eru vit errin um, og eisini takksom fyri, segði Ulla Joensen

- Tað er stórt at kunna hátíðarhalda 60-ár saman við kundum, samstarvspartnarum og starvsfólkum – uttan tykkum var einki Elektron. Vit lova at halda kósina, og halda fram við at arbeiða fyri at tryggja, at føroyingar hava atgongd til nútímans og tryggar KT-loysnir, segði Ulla Joensen.

60 ár í føroyska samfelagnum
Pf. Elektron varð stovnað 9. september í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum. Tað var stjórin í Føroya Banka, Sv. Aa. Nonnegaard-Pedersen, sum kom við hugskotinum at stovna eina KT-fyritøku, ið kundi røkja bókhaldsuppgávur fyri bæði stovnararnar og onnur viðskiftafólk. Elektron bleiv sostatt ein av fyrstu KT-fyritøkunum í norðurlondum.

Við 60-árum á bakið er fyritøkan fastur partur av føroyska samfelagnum, og hevur verið við til at dríva samfelagið fram móti tí vit kenna í dag.

Sum dømi kunnu nevnast, at Elektron var við til at fáa eina heimabankaskipan til Føroya í 1997, at Elektron í 2006 stovnaði Pf. EITT saman við Kall, fyri at fáa betur netloysnir til føroyingar, og at Elektron í 2011 fór í holt við at menna eina “e-boks” til trygt samskifti – ein skipan sum flest øll í dag kenna sum Mínboks.

Umframt hesi, kann Elektron eisini vísa á at hava ment bæði Borgaragluggan og Vinnugluggan til Taks – báðar skipanir, ið á hvør sín hátt lætta um bæði hjá borgarum og hjá vinnuni.

Um Elektron
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyritøkur og almennar stovnar. Umframt at Elektron hýsir føroya størstu hýsingarstøð, bjóðar Elektron tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking. 

Á Elektron starvast umleið 70 fólk, og árliga sølan er umleið 100 milliónir krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

30 Leygardagur 13. september 2025

Marita Hansen fekk ársins herðaklapp frá Vestmanna kommunu

– Hon vitjar fólk í bygdini, sum eru einsamøll, hon koyrir til handils fyri eldri, hon hjálpir einligum mammum, hon er sum ein eyka omma hjá fleiri, hon hevði í nógv ár sunnudagsskúlan í bygdini og hon hevur í nógv ár havt sjómanskvinnuringin

(Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á hvørjum ári heiðrar Vestmanan kommuna persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina, og kommunan valdi til stóra morgunmatarborðið leygardagin á Vestmannadøgunum, at heiðra Maritu Hansen.

Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, handaði Maritu Hansen herðaklappið og segði soleiðis:

Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári lati til ein persón ella felagsskap, sum skipar fyri, til ein sum hjálpir, stuðlar og skapar trivna, ein sum ger mun, so tað verður betur fyri tann einstaka og okkum øll, sum her búgva og virka. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá kommununi at siga takk.

Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið.

Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hjálpir til í tí stilla. Tær 13 kvinnurnar, sum hava sent uppskotið inn siga, at viðkomandi, sum hevur uppiborið herðaklappið í ár, er sum ein Móður Theresa í Vestmanna.

Hon vitjar fólk í bygdini, sum eru einsamøll, hon koyrir til handils fyri eldri, hon hjálpir einligum mammum, hon er sum ein eyka omma hjá fleiri, hon hevði í nógv ár sunnudagsskúlan í bygdini og hon hevur í nógv ár havt sjómanskvinnuringin.

Hon ger alt hetta og meira afturat av sínum eintingum og hon krevur einki afturfyri. Og av tí, at hon ger alt í tí stilla, so eru tað sikkurt eisini rættiliga nógv, sum ikki vita um ta arbeiði, ið hon ger fyri bygdina, ella hvør hon kanska er, tí hon so at siga flýgur undir radaranum.

Ársins herðaklapp verður givið til ein persón, sum við sínum næstrakærleika veruliga ger ein mun, og tað vilja vit heiðra.

Ársins herðaklapp 2025 verður latið Maritu Hansen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025

31 Leygardagur 13. september 2025

Nýggjur kvøldskúlaleiðari í Runavíkar kommunu

Kári Sverrisson hevur læraraútbúgving og m.a. BA prógv í listarligum arbeiði

Kári Sverrisson (Savnsmynd: Andri Gerðisá)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Runavíkar kommuna hevur sett Kára Sverrisson í starv sum leiðara fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Kári Sverrisson hevur læraraútbúgving, BA prógv í listarligum arbeiði, skeið í undirvísingarlæru fyri lærarar í frítíðarundirvísingini og skeið at undirvísa í børnum í talvi, School Chess Certificate frá European Chess Union. Kári hevur starvast sum fólkaskúlalærari síðani 2008 og sum kvøldskúlalærari síðani seinna helming av nítiárunum, serliga innan tónleika- og talvundirvísing.

Kári Sverrisson hevur drúgvar undirvísingarligar royndir umframt royndir at fyriskipa og samskipa bæði sum lærari, tónleikari og útgávufólk.

Kári Sverrisson tók við starvinum sum leiðari fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla tann 1. august, og hevur farna mánaðin fyrireikað komandi kvøld- og ungdómsskúlaárið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

32 Leygardagur 13. september 2025

Cirkus Arena við Tjarnir

Sirkus á høgum støði framførdi í Hoyvíkshaganum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Cirkus Arena hevði farna vikuskiftið tvær sýningar í stórhøllini við Tjarnir. 

Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók leygardagin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025

33 Leygardagur 13. september 2025

KRIS fyllir 25 ár

Dagurin verður hildin millum kl. 14 og 17 mánadagin

Sjúrður Højgaard hevur teknað búmerkið hjá Kris
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felagsskapurin KRIS fyllir 25 ár mánadagin tann 15. september. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá KRIS á Toftum. Tað verður ymiskt ábit at fáa. 

Kris er sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang

Sirið Stenberg byrjar dagin. Síðani verður ein stutt framløga um søguna hjá KRIS – frá degnum har alt byrjaði til dagin í dag. 

Føðingardagurin verður hildin mánadagin 15. september frá klokkan 14 til 17. Í hølum felagsins á Kneysum 6 á Toftum.

Kris hevur í samband við føðingardagin eisini fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu. Felagsskapurin vónar at síggja so nógv sum gjørligt. Húsið verður opið, so tað verður møguligt a síggja hølini hendan dagin eisini.  

[object Object]Kris heldur til í fyrrverandi bankabygninginum á Kneysum á Toftum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

34 Leygardagur 13. september 2025

Altjóða Alzheimerdagur hildin í Suðuroy

Landsstýriskvinnan við heilsumálum Súsanna Bertholdsen setir tiltakið, sum verður á Seglloftinum á Tvøroyri 21. september

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Súsanna Bertholdsen setir tiltakið hjá Alzheimerfelagnum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Altjóða Alzheimerdagur er 21. september, og í ár verður dagurin hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Súsanna Bertholdsen setir tiltakið.

Á skránni verður m.a. lagt fram úrslit frá nýggjari føroyskari spurnarkanning um støðuna hjá avvarðandi í familjum, har demensur rakar. Somuleiðis verður greitt frá verkætlanini um einar demensvinarligar Føroyar. Eisini verður tónleikur afturvið kaffi og onkrum leskiligum.

Høvi verður til spurningar og dialog.

Tiltakið er ókeypis, og er frá klokkan 14 til 16.15 sunnudagin 21. september.

Tað er nevndin í Alzheimerfelagnum, ið skipar fyri degnum á hvørjum ári.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2025

35 Leygardagur 13. september 2025

'Gerandislív í triðja ríkinum' er tann fyrsti í leikárinum

Hans Tórgarð hevur týtt leikin hjá Bertolt Brecht, sum gongur fyri seg í Nasitýsklandi. Frumsýningin á Tjóðpallinum verður fríggjadagin 20. september

Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum, sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 20. septembur verður frumsýning av fyrsta leikinum í nýggja leikárinum 2025-26 á Tjópallinum.

'Gerandislív í triðja ríkinum' byggir á upprunaleikritið 'Furcht und Elend des Dritten Reiches', eftir kenda týska rithøvundan, dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht.

Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum, sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki

Summi trúgva upp á lyftini og vónina um eitt betri og rættvísari samfelag, meðan onnur royna at mótmæla ræðuleikunum, tey uppliva.

Óttin fyri hvørjum øðrum skapar split millum vinir og í familjum, og hóast leikurin gongur fyri seg í Nasitýsklandi, er hann aktuellur í dag, nú miðlarnir dagliga bera boð um kríggj, valdsnýtslu og einræðiskúgan í heiminum.

Brecht er kendur fyri sínar samfelagsrevsandi leikir, og søguliga bakstøði í hesum leikinum er valdtøkan hjá nasistunum av Týsklandi í 1933, og tann kúganin og yvirgangurin, ið fylgdi við tí. Brecht flýggjaði úr Týsklandi tá nasistarnir tóku valdið, og skrivaði leikin 'Furcht und Elend des Dritten Reiches' meðan hann var útlegd í Danmark frá 1933 til umleið 1938.

Brecht nýtti ofta humor og satiru at lýsa ógvusligar umstøður, og hóast evnið í leikinum er dapurt, eru eisini absurdar og stuttligar senur í leikinum.

Týðari: Hans Tórgarð
Leikstjóri: Orest Pastukh
Leikarar: Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen, Súsanna Tórgarð, Hans Tórgarð, Bjørn Mouritzarson Mohr
Pall- og búnasniðgevi: Sámal Blak
Ljós- og ljóðsniðgevi: Turpin Napoleon Djurhuus

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

36 Leygardagur 13. september 2025

Føroyskur tónleikur góðan altjóða byr í heyst

Hetta árið hevur higartil verið eitt serstakliga innihaldsríkt ár fyri føroyskan tónleik – og meira er í væntu. Heystið verður stúvstappað av spennandi hendingum, har føroysk tónlistafólk fara at seta sín dám á altjóða pallar og festivalar kring alt Evropa – og heilt yviri í Meksiko

Eivør á The great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Innsent

Fyrr í ár vóru m.a. heili átta føroysk tónlistanøvn á The Great Escape festivalinum í Suðuronglandi, umframt at aftaná festivalin vóru heilar 21 konsertir, eisini í Onglandi, við nøkrum av somu nøvnunum – allar innan bara fýra dagar. Samstundis vóru fleiri føroysk tónleikaumboð til staðar á Classical:Next í Berlin, meðan Sissal gjørdi stóra bragdið at gerast ein av finalistunum á Eurovision í Sveits.

Og hetta eru bara nøkur av hæddarpunktunum í 2025 higartil.

[object Object]Dania O. Tausen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dania fær heiðursbræv

Longu nú í september fær Dania O. Tausen handað heiðursbræv og váttan um, at hon er vald sum ein av vinnarunum av  «Nordic Music Biz 20 under 30», tá by:Larm fer av bakkastokki í Oslo.

Fleiri onnur umboð úr føroysku tónleikavinnuni fara eisini við á by:Larm fyri at læra og víðka um sítt netverk, umframt at FMX á fyrsta sinni verður partur av NOMEX á árliga fundi teirra. (NOMEX er yvirskipaði felagsskapurin fyri allar tónleikaútflutningsstovurnar í Norðurlondum.)

- Hóast eingi føroysk tónlistafólk spæla á by:Larm festivalinum í ár, so eru vit kortini sera væl umboðað. Ikki bara sita vit við borðið, tá ið NOMEX heldur sín ársfund; tað er eisini ein fjøður í hattinum, at Dania O. Tausen fær væl uppibornan heiður og æru, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.

Konsertir, filmur og pallborð á Waves Vienna

Stutt eftir – tvs. í oktober – verða Føroyar eisini umboðaðar við tveimum tónlistanøvnum á vælumtókta showcase-festivalinum Waves Vienna í Eysturríki.

Teir báðir bólkarnir, Joe & The Shitboys og Aggrasoppar, fara at framføra, og filmurin «Always Outnumbered, Never Outgunned» um føroyskan tónleik, verður eisini sýndur á festivalinum. Harumframt fer leiðarin í FMX, Glenn Larsen, at luttaka á einum tónlistafakligum pallborðsfundi. 

Tvey føroysk nøvn á Nürnberg Pop

Tá Waves Vienna festivalurin er farin afturum, verður Nürnberg Pop festivalurin, har Jazzygold og Danny & The Veetos standa á skrá, umframt at FMX eisini fer at hava eina móttøku og netverkstiltak fyri ein stóran part av umboðunum á staðnum fyri altjóða tónleikaídnaðin og miðlaheimin. 

[object Object]Ragnar Finsson á The great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Fýra føroysk nøvn á Iceland Airwaves

Ein móttøka av sama slag fer eisini at verða hildin á Iceland Airwaves festivalinum í Reykjavík, sum verður tíðliga í november. Her fara, sum áður fráboðað, fýra føroysk tónleikanøvn, FRUM, Tamara Mneney, Ragnar Finsson og Lea Kampmann, at framføra. Øll spæla tvær konsertir hvør.

Hetta segði Glenn Larsen, tá ið tey føroysku tónlistanøvnini vórðu almannakunngjørd í juni:

- Iceland Airwaves er ein týdningarmikil pallur hjá okkum, og tað er sera stuttligt, at vit kunnu byggja víðari á framgongdina, sum hevur verið seinastu árini. Fyrireikararnir av festivalinum hava í ár valt heili fýra tónlistafólk, sum hava tað til felags, at tey ongantíð áður hava luttikið á festivalinum. Eg eri sera spentur teirra vegna og eri sannførdur um, at tey fara at fáa nógv burturúr festivalinum.

[object Object]
Elinborg til Meksiko (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Stórt tónleikaátak í Mexico City

Í november fer eisini ein sera umfatandi samstarvsverkætlan í Meksiko av bakkastokki. Hendan verkætlanin er fyriskipað og umsitin av FMX í samstarvi við Iceland Music og Music Norway, og er stuðlað av Nordisk Kulturfond og LiveMX.

Eftir eitt “open call” umfar, er Elinborg vald út at luttaka í verkætlanini, sum í fyrstu atløgu eisini fevnir um tríggjar konsertir í Mexico City.

- Hetta er ein sera umfatandi og nýhugsandi verkætlan. Vit fara at royna at gera teori til praksis í einum av heimsins skjótast vaksandi tónleikamarknaðum, og vit vita, at fleiri evropeiskar tónleikaútflutningsstovur fylgja spentar við í gongdini og í úrslitinum. Tað er eisini serliga spennandi, at verkætlanin er umsitin av FMX, sigur Glenn Larsen.

Marius Ziska á festivali í Italia

Áðrenn hetta árið er liðið, fara vit eisini at uppliva Marius Ziska á SUNS Minority Language Festival í Udine í Italia í desember, har hann er valdur sum ein av teimum fáu útvaldu millum væl omanfyri 100 umsøkjarar. FMX er eisini boðið við til Udine at sita í dómsnevndini.

- Umframt alt hetta eru ein røð av øðrum føroyskum tónlistafólkum og bólkum á altjóða konsertferðum ella tey framføra stakar konsertir kring um í heiminum, sigur Glenn Larsen, og nevnir millum onnur Eivør, Teit, Elinborg, Aggrasoppar, Joe & The Shitboys og fleiri.

- Hetta er ein sera spennandi tíð, og tað gevur serliga nógvan íblástur at síggja, at so nógv ymisk føroysk tónlistafólk verða vald út til tey ymisku tiltøkini. Hetta vitnar um eina sera góða breidd, og ikki minst dygd, endar Glenn Larsen eldhugaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

37 Leygardagur 13. september 2025

Brøgd og brestir – Nýggj bók við 10 søguligum frásagnum

Í bókini eru 10 søguligar frásagnir um hendingar í Føroyum og uttanlands. Tær snúgva seg um alt frá treystu kvinnuni, ið yvirlivdi tríggjar skipsvanlukkur, til vandamiklan seyðarakstur í Føroya minstu oyggj, Lítlu Dímun

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Forlagið Slóðir hevur givið út bókina ”Brøgd og brestir – 10 spennandi søguligar frásagnir”, sum Uni Arge hevur skrivað.

Í bókini eru 10 søguligar frásagnir um hendingar í Føroyum og uttanlands. Tær snúgva seg um alt frá treystu kvinnuni, ið yvirlivdi tríggjar skipsvanlukkur, til vandamiklan seyðarakstur í Føroya minstu oyggj, Lítlu Dímun.

Her er søgan um føroysku handilsmenninar, sum fóru á heimsframsýning í Bergen í 1898, og frásøgnin um tann harðrenda nazistin, sum á ungum árum vitjaði í Havn.
Vit frætta eisini um, hvussu norsku hjúnini, Helge og Anne Stine Ingstad, prógvaðu í 1960’unum, at norðbúgvar funnu Amerika 500 ár áðrenn Kristoffur Kolumbus.

Úr nýggjari tíð lesa vit um rokmiklu árini 1963 og 1986, og vit fáa søguna um talvflogvitið Bobby Fischer, sum sigraði á Sovjetsamveldinum í 1972.

Søgan um tjóvin, sum gjørdist tjóðarhetja í Danmark í 1949, tí hann gróv ein tunnil úr fongslinum og flýddi, er eisini við, eins og frásøgnin um, hvussu Merkið varð borið fram fyri kong í 1919.

Tekstirnir eru upprunaliga skrivaðir til ljóðmyndir í útvarpinum, men eru lagaðir til bókaútgávu.

Bókin er prýdd við fitt av myndum, sum styðja upp undir frásagnirnar. Hon er 176 síður til longdar og lætt lisin. Umbrótingini stóð Hannis Egholm fyri.

Hetta er 11. bókin hjá Una Arge, síðan fyrsta bók hansara kom út í 2004.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

38 Leygardagur 13. september 2025

Skeivt handrit fór til prentingar

- Ábyrgdin fyri mistakið er mín og mín aleina, sigur rithøvundurin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ikki rætta útgávan, sum kom út, tá fyrsta skaldsøgan Peturi Mohr Reinert, “Hevnd”, herfyri sá dagsins ljós í føroysku bókahandlunum.

- Eg eg eri tíverri vorðin varugur við, at eg havi sent skeivt handrit av míni fyrstu skaldsøgu til prent, sigur rithøvundurin, sum nú hevur sent boð til bókahandlarnar um at taka bøkurnar av hyllunum og burturbeina tær.

- Yvirhøvur var eg sera óheppin við allari tilgongdini við rættlestri og ritstjórnan, sigur rithøvundurin.

- Eg havi givið øllum bókahandlunum boð um at taka bøkurnar av hillunum og koyra tær í skrell. Eg fái rætta handritið prentað sum skjótast, og komi at lýsa, tá bókin aftur verður at fáa.

- Øll, sum hava keypt bókina og koma aftur við henni, fáa eitt nýtt eintak frá mær.

- Tað eri eg, og eg aleina, sum havi ábyrgdina av mistakinum, sigur ein snópin Petur Mohr Reinert, sum biður miriliga um umbering. 

[object Object]
Petur Mohr Reinert


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

39 Leygardagur 13. september 2025

Havnin verður miðdepil fyri norðurlendska palllist í tríggjar dagar

VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktober

Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Við einum nýggjum palllistarfestivali ætlar Norðurlandahúsið at savna norðurlendsk listafólk og onnur í palllistarvinnuni.

VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktober.

Á skránni eru sera ymiskar sýningar úr Íslandi, Føroyum, Noregi/Sápmi og Svøríki, tá ið VERK – Nordic Stage Days fer av bakkastokki.

Talan verður um sjónleik, dans og annan palllist. Evnini fevna um søguligar hendingar, staðbundnar frásagnir og tabu-evni sum skiftisárini, samleikarannsakan og tað, at hoyra til, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Festivalurin verður í Norðurlandahúsinum, men sýningar verða eisini á Tjóðpallinum, í OY og á Glasi.

Endamálið við festivalinum er bæði at styrkja føroysku palllistina í norðurlendskum høpi og at geva almenninginum møguleika at uppliva norðurlendska palllist í Føroyum.

– Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

“VERK – Nordic Stage Days verður ein nýggjur norðurlendskur savningarstaður, har pallistafólk kunnu uppbyggja netverk og skapa nýggj samstørv. Samstundis fáa áskoðarar stórar listaligar upplivingar í Føroyum. Vit gleða okkum.

Skráin fyri VERK – Nordic Stage Days liggur á nlh.fo. Umframt sýningarnar hevur festivalurin eina serstaka skrá fyri fólk innan palllistarvinnuna við samrøðum, netverksfundum og vitanarútbýting tvørtur um Norðurlond.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

40 Leygardagur 13. september 2025

Norðurlendsk bátaráðstevna: Fimm føroyingar fingu íblástur í Finnlandi

Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiddi eisini hinum 125 fólkunum frá søguliga týdninginum av føroyska róðrarbátinum

Tórarinn Niclasen á Rípuni, savnlærari á Tjóðsavninum; Kristina Djurhuus Christiansen, savnvørður á Tjóðsavninum; Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu og í stýrislimur í Báta- og listasavninum í Leirvík; John Høgnesen og Jón Rói Høgnesen, ÍVF Høgnesen Bátasmíð
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norðurlendsk bátaráðstevna var í Kotka og Loviisa í Finnlandi í døgunum 3. til 6. september. Millum teir 130 norðurlendsku luttakararnar vóru bátasmiðir og umboð frá søvnum, útbúgvingarstovnum og bátafeløgum.

Norðurlendska bátasiðvenjan varð innskrivað á UNESCO–listan fyri siðaarv í 2021. Ráðstevnan í Finnlandi í farnu viku snúði seg um hvussu vit, eftir UNESCO-innskrivingina, eiga at arbeiða víðari við at tryggja bátasiðvenjuna frameftir.

Føroyska íkastið til ráðstevnuna var um kappróður, sum eitt gott dømi um brúk av súðubygda bátinum. Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiddi frá um søguliga týdningin av róðrarbátinum, og legði dent á stóra týdningin, sum kappróðurin hevur fyri bátasiðvenjuna í dag. Harumframt luttók hon í einum pallborðskjaki um, hvat ítøkiligt er komið burturúr síðan UNESCO-innskrivingina.

- Í Føroyum hava vit fingið eina tilfarsgoymslu til bátasmíð, ið er til stóran frama fyri bátasmíðið. Tó eru enn stórar avbjóðingar. Eitt nú er eingin útbúgving, og siðbundna bátasmíðið verður ikki ført víðari. Harafturat er einki livandi savn, har bátar kunnu smíðast, umvælast og brúkast.

Seinna dagin á ráðstevnuni vóru verkstovur, har orðaskifti m.a. var um bráðfeingis verju av siðbundnum bátasmíði, leiklutin hjá søvnum og samstarv um útbúgvingar í framtíðini.  

Siðbundna bátasmíðið er í bráðfeingis vanda fyri at doyggja út
Siðbundið bátasmíð er eindømi. Smíðað verður uttan tekningar og skabelónir, men við eygamáli og vitan frá lærumeistara. Kunnleikin, sum gjøgnum øldirnar hevur verið førdur víðari frá meistara til lærling, er á ógvuliga fáum hondum í dag.

Í løtuni er kunnleikin enn í Føroyum, men er í bráðfeingis vanda at doyggja út.

Eitt hugskot, sum kom fram á einari verkstovu um útbúgving, var at skapa eina smidliga skipan, har lærlingar kunnu nema sær útbúgving í øllum norðurlondum. Lærutíðin er hjá einum lærumeistara, sum kann læra staðbundna bátasmíðið frá sær.

Lágur eftirspurningur eftir súðubygdum bátum
Lági eftirspurningurin var eitt afturvendandi evni undir ráðstevnuni. Um eingin eftirspurningur er, so er vónleyst at smíða bátar og útbúgva bátasmiðir. Skal eftirspurningurin vaksa, so má áhugin vekjast millum børn og ung. Tað kann bara gerast við at tey sleppa í bátarnar og læra at brúka teir.

Ein týdningarmikil uppgáva hjá søvnum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska í og miðla bátasiðvenjuna. Men tað er ikki nóg mikið. Livandi søvn eru grundtreytin fyri eina livandi bátasiðvenju. Í Føroyum eiga vit at arbeiða fram ímóti einum livandi bátasavni, har bátar kunnu smíðast, umvælast og brúkast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2025

41 Leygardagur 13. september 2025

Hjarnar eykakonsert leygardagin 8. november

Fimmti ára stovningardagurin verður nú hildin við tveimum konsertum í Varpinum

Karl Martin Samuelsen, oddamaður í Hjarnar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður eitt brak av einum tiltaki, tá vælkendi klaksvíksbólkurin, Hjarnar, fer at hátíðarhalda 50 ára føðingardagin í Varpinum. Fyrra konsertin, ið er á skránni fríggjakvøldið 7. november er útseld, og tí er valt at hava eykakonsert leygardagin 8. November kl. 17 í Varpinum.

Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin kryddað við væl kendum gestatónleikarum, sum fara at útleggja nakrar av kendu sangunum hjá Hjarnar.

Hjarnar byrjaði eins og allir aðrir rokkbólkar í Klaksvík - tá ið tíðini - í einum kjallara, men teir vandu meira, keyptu betri ljóðføri og trimmaðu pallframførsluna við Karl Martin Samuelsen á odda.

Bólkurin byrjaði við at spæla tey kendu løgini, sum tá vóru spæld á Radio Luxembourg, men fóru síðani at gera egin løg og tekstir, sum eisini fóru beint inn í hjartað á mongu tónleikafjepparunum.

Hvør hevur ikki sungið ella skrálað við til sangin “Alla nátt” tá ið lagið hevur verið gott, ella stóra altjóða hittið “Breaking my heart”, sum kom upp í toppin á kendur radiostøðini, Radio Luxembourg, í 1985.

Konsertin er ein heiðran av bólkinum, søguni, frambrotunum og týdninginum, bólkurin hevur havt fyri tónleikin í Klaksvík og Føroyum, samstundis sum tað er ein stór tónleikauppliving.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

42 Leygardagur 13. september 2025

Fyrireika nú rakettútskjóting í Hetlandi

Stóri tangin til brennievni á fyrstu rakettini hjá RFA, er nú fluttin til SaxaVord rakettstøðina

(Mynd: Shetland Times / Gordon Thomson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú nærkast dagurin, at fyrsta veruliga rúmdarrakettin verður skotin út frá SaxaVord Spaceport á Unst, teirri norðrastu av Hetlandsoyggjunum.

Farna vikuskiftið varð stóri raketttangin til ta fyrstu rakettina flutt norð á Lamba Ness har rakettútskjótingarstøðin er um at vera til reiðar til at skjóta rakettir út.

Tað er týska rúmdarfyritøkan, Rocket Factory Augsburg, RFA, sum verður tann fyrsta at royna útskjótingarstøðina á Unst.

Vegakervið í Hetlandsoyggjum er ikki eins væl útbygt og í Føroyum, og tí er tað ein avbjóðing at flyta ein so stóran og tungan part av rakettini.

Vognurin við tanganum varð tí fluttur við skipi úr Lerwick og norður til molan í Baltasound á Unst, ið ikki liggur so langt frá SaxaVord Spaceport.

Enn er, sum skilst, dagurin fyri útskjótingina ikki ásettur. Men tað hevur í longri tíð verið sagt, at fyrsta útskjótingin hjá RFA fór at vera einaferð í seinnu hálvu av 2025. At raketttangin við RFA búmerkinum á nú er fluttur til staðið, kann einans merkja, at tey eru við at gera klárt til fyrstu útskjótingina, skrivar Shetland Times.

SaxaVord Spaceport var annars úti fyri einum bakkasti, tá stigtakarin til rakettstøðuna, virkisfúsi íverksetin og stjórin, Frank Strang, doyði fyrr í summar eftir stutta sjúkralegu.

Les eisini: Frank Strang slóðarin aftan fyri rúmdarstøð í Hetlandi farin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

43 Leygardagur 13. september 2025

Kirk savnaði høgravenda ungdómin í USA

Donald Trump kallar Charlie Kirk fyri ein elskaðan vin. Kirk hevur eisini verið nærmasti hjálpari hjá elsta soni forsetans, og var við á ferð hansara í Grønlandi fyrr í ár

Charlie Kirk var saman við Trump Jr. í Grønlandi í januar (Mynd: Selfie hjá Donald Trump Jr.)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týðandi ávirkarin og konservativi viðmerkjarin, Charlie Kirk, ið varð skotin til deyðis mikukvøldið, gjørdist kendur sum poddvertur og stovnari av konservativa felagsskapinum, Turning Point USA, longu sum 18 ára gamal.

Kirk varð skotin í hálsin meðan hann helt røðu fyri eini stórari fjøld uttan fyri Utah Valley University mikudagin. Talan er um størsta universitetið í statinum, tað liggur beint sunnan fyri Salt Lake City.

Kirk varð fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.

Charlie Kirk gjørdist 31 ára gamal. Eftir hann sita konan Erika og tvey smá børn.

Stutt eftir boðini, varð flaggið á Hvítu húsunum lorað niður í hálva stong, og Donald Trump forseti hevur givið boð um at flagga í hálvari stong fram til 14. september fyri heiðra minnið um Kirk.

[object Object]Hvítu húsini í Washington flagga í hálvari stong til sunnudagin (Mynd: EPA)

Drápsmaðurin gongur framvegis leysur

Sambært einum talsfólki fyri universitetið var bert eittans skot latið av. Tað var úr einum bygningi nærhendis.

Tvey fólk vórðu tikin inn til avhoyringar eftir hendingina, men bæði eru latin leys aftur. Sostatt er illgerðarfólkið framvegis ikki funnið.

Spencer Cox, guvernørur í Utah, hevur sagt, at leitað verður eftir einum fólki, ið er undir illgruna, ikki fleiri.

- Hetta er ein myrkur dagur. Hetta var ein politisk avrætting, og eg vil bert minna fólk á, at vit framvegis hava deyðarevsing her í statinum Utah, segði Cox í gjár.

- Hevði takið á ungdóminum

Nes York Times lýsti Charlie Kirk fyrr í ár sum maðurin tann á høgraveinginum, sum hevði takið á ungdóminum, tí tað hevur eydnast honum at fáa ung at vísa áhuga fyri politikki, hann er væl dámdur á TikTok og er eisini virðismettur av Trump forseta.

Hann skipaði fyri væl vitjaðum tiltøkum, har hann bjóðaði persónum, ið eru ósamd við honum, til kjak, og fundurin í Utah var byrjanin til eina nýggja ferð við slíkum tiltøkum kring landið.

Við Jr. í Grønlandi

Kirk var eitt slag av leiðara fyri yngra ættarliðið í Maga-rørsluni hjá donald Trump. Hevði fleiri milliónir fylgjarar á sosialu miðlunum og hevði ein av best umtóktu poddvarpinum í landinum. Hann var eisini ofta at síggja á Fox News.

Sagt verður um Kirk, at hann var ein av teimum persónunum, ið ikki eru partur av umsiting forsetans, ið stóð Donald Trump nærmast.

Hann hevur eisini fyrr verið persónligur hjálpari hjá elsta soni forsetans, Donald Trump Jr. og var við hon á vitjanini í Grønlandi í januar.

[object Object]
Donald Trump forseti saman við Charlie Kirk á eini ungdómsráðstevnu hjá felagsskapinum Turning Point USA í 2019 (Mynd: EPA)

Trump skuldsetir vinstraveingin

Politiski harðskapurin er vaksin í USA hesi seinastu árini har tey hava upplivað morðroyndir móti Donald Trump, forseta, og burturføringar og eldsásetingar hjá politikarum.

Donald Trump, sum á sosialu miðlunum í gjárkvøldið var ógvuliga harmur og óður um morðið á Charlie Kirk,  sum hann kallaði ein elskaðan vin, hevur eisini skrivað á sosialu miðlunum, at morðið var ein avleiðing av demoniseringini av politiskum mótstøðufólkum.

Forsetin skuldsetur “radikala vinstraveingin”, sum sambært honum í fleiri ár hevur sammett “fantastiskar amerikanarar sum Charlie við nasistar og hópdrápsmenn”.

- Hesin málburðurin hevur ábyrgdina av yvirganginum, sum vit síggja í landi okkara, sigur Donald Trump.

Amerikanskir politikarar frá øllum síðum hava fordømt hendingina, og semja er um, at talan er um eina politiskt motiveraða hending.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

44 Leygardagur 13. september 2025

22 ára gamal handtikin fyri drápið á Charlie Kirk

Tyler Robinson er undir illgruna fyri at hava dripið 31 ára gamla Trump-stuðulin

Tyler Robinson (Mynd: Utah Governor's Office)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FBI váttaði á tíðindafundi fríggjadagin, at 22 ára gamli Tyler Robinson er handtikin.

Tyler Robinson er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið konservativa aktivistin og Trump-stuðulin, Charlie Kirk, undir einum kjakfundi mikudagin.

Hetta hendi á einum universiteti í Utah. Tyler Robinson er sjálvur frá Utah og úr býnum Washington.

[object Object](Mynd: EPA)

FBI upplýsir, at Tyler Robinson búði hjá familjuni, og tað vóru familjulimir, sum meldaðu hann til løgregluna.

Sambært familju hansara, er Tyler Robinson seinastu árini blivin altsamt meira politiskt virkin, segði guvernørurin í Utah Spencer Cox á tíðindafundinum.

Kanningararbeiðið heldur fram, men í løtuni er ikki líkt til, at onnur verða handtikin í málinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

45 Leygardagur 13. september 2025

Trump broytir navnið á amerikanska verjumálaráðnum

Tað skal nú eita krígsmálaráðið – navnabroytingin, sum skal góðkennast av Kongressini, væntast at kosta fleiri hundrað milliónir dollarar

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði í farnu viku undir løgskipan, sum broytir navnið á amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, so tað framyvir verður nevnt krígsmálaráðið - "Department of War".

– Tað er eitt meira hóskandi navn, havandi í huga, hvussu heimurin er í løtuni sigur Trump.

Navnabroytingin fer væntandi at kosta fleiri hundrað milliónir dollarar, m.a. skulu skelti og brævpappír, har navnið á aðalráðnum er á, skiftast út.

Navnabroytingar av amerikonskum aðalráðum eru sjáldsamar og krevja góðkenning av Kongressini, har republikanski flokkurin hjá Trump hevur meirilutan bæði í Senatinum og Umboðsfólkatinginum.

Løgskipanin gevur verjumálaráðharranum, Pete Hegseth rættin til at brúka heitið krígsmálaráðharri sum undirheiti í almennum samskifti.

Amerikanska verjumálaráðið fekk sítt núverandi navn í 1949. Áðrenn var navnið krígsmálaráðið - "War Department". Navnið varð broytt fyri at gera greitt, at USA vildi savna seg um at forða fyri kríggi.

Síðan Donald Trump aftur varð tikin í eið sum forseti 20. januar, hevur hann sett sær fyri at broyta nøvnini á fleiri støðum. M.a. hevur hann undirskrivað eina løgskipan, sum broytir amerikanska navnið á Mekiskoflógvanum (Gulf of Mexico) til Amerikaflógvin (Gulf of America).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025

46 Leygardagur 13. september 2025

Vinstrastjórnin heldur fram – men FRP gjørdist stóri vinnarin

Tað eydnaðist ikki norska høgravonginum at at fáa meiriluta í norska stórtinginum

Jonas Gahr Støre, kann halda fram sum stjórnarleiðari í Noregi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet, kann helst halda fram sum forsætisráðharri í Noregi.

Úrslitið av stórtingsvalinum mánadagin var, at vinstrivongurin fær 88 sessir í stórtinginum, meðan høgrivongurin fær 81.

Arbeiderpartiet hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, er framvegis størsti flokkur í Noregi. Sosialdemokratiski flokkurin fekk 28,0 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 1,8 prosentstig í mun til seinasta val. Flokkurin fær 53 sessir á tingi, 5 fleiri enn nú.

[object Object]Vinnarin: Sylvi Listhaug, forkvinna í Fremskrittspartiet (Mynd: EPA)

Stóri vinnarin á stórtingsvalinum er Fremskrittspartiet, ið nú er næststørsti flokkur á tingi við 23,8 prosentum av atkvøðunum – ein framgongd á heili 12,2 prosentstig. So stóra undirtøku hevur flokkurin ongantíð fingið fyrr. Flokkurin fær 47 sessir á tingi, 26 fleiri enn nú.

Erna Solberg og Høyre taptu

Taparin á stórtingsvalinum var Høyre við fyrrverandi forsætisráðkvinnuni, Ernu Solberg á odda. Højre fekk 14,6 prosent, 5,7 prosentstig færri enn seinast, og 24 sessir í stórtinginum, 12 færri enn seinast.

[object Object]
Taparin: Erna Solberg, forkvinna í Høyre (Myns: EPA)

Senterpartiet fær 5,6 prosent (-7,9) og 9 tingsessir (-19), Sosialistisk Venstreparti fær 5,6 prosent (-2,0) og 9 tingsessir (-4), Rødt fær 5,3 prosent (+0,6) og 9 tinglimir (+1), Miljøpartiet de Grønne fær 4,7 prosent (+0,8) og 8 tinglimir (+5) og Kristelig Folkeparti fekk 4,2 prosent (+0,4) og 7 tinglimir (+4).

Loksins er tað Venstre, ið fekk 3,7 prosent (-0,9) sum er undir sperrimarkið, sum merkir at flokkurin ikki er við í útdeilingini av útjavnandi eykavaldum stórtingslimum. Venstre verður umboðað av trimum valdømisvaldum stórtingslimum (-5).

Enn er óvist hvussu komandi norska stjórnin kemur at síggja út. Eftir seinasta stórtingsval skipaðu Arbeiderpartiet og Senterpartiet minnilutastjórn við hinum flokkunum á vinstraveinginum sum stuðulsflokkar. Fyrst í februar í ár tók Senterpartiet seg úr stjórnini.

Tað er ikki møguligt at útskriva val í úrtíð í Noregi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

47 Leygardagur 13. september 2025

Støre eftir valsigur: Noreg fer at vera ein álítandi orkuveitari

Fara at halda fram við at leita eftir og framleiða olju og gass

Jonas Gahr Støre, formaður í norska javnaðarflokkinum, sum eftir valúrslitið í vikuni heldur fram sum forsætisráðharri
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var ein fegin Jonas Gahr Støre, formaður í norska javnaðarflokkinum, sum eftir valið mánadagin enn einaferð kundi kalla seg fyri forsætisráðharra komandi fýra árini. Og ein av boðskapum hansara á valkvøldinum var, at minnilutastjórnin fer at halda fram við verandi orkupolitikkinum, har olju- og gassleiting og framleiðsla standa ovarliga á listanum yvir mál, sum stjórnin fer at arbeiða fyri. Norra fer framhaldandi at vera ein álítandi orkuveitari til Evropa. 

Tað verður tó ikki uttan avbjóðingar, at ein norsk stjórn við javnaðarflokkinum fer út í eitt nýtt stjórnarskeið, tí tað vóru m.a. serstakliga tríggir flokkar yðst á vinstravonginum, SV, MGD (Grøni flokkurin) og Røtt, sum tryggjaðu javnaðarflokkinum stjórnarvaldið í enn eitt skeið, tó at valsigurin var sera tepur.

Hóast hesir reyð-grønu flokkar hava víst á Jonas Gahr Støre sum forsætisráðharra, so hava teir allir síni krøv til nýggju stjórnina, ikki minst á orku- og veðurlagsøkinum. Fleiri av flokkunum eru ímóti oljuleiting og oljuframleiðslu, og vilja hava ein nógv virknari veðurlagspolitik. Tíðin fer so at vísa, í hvussu stóran mun javnaðarflokkurin fer at taka ynski og krøv teirra á umrøddu økjum til sín ella heilt at vísa teimum frá sær. Hann hevur so eisini møguleikan í hvørjum einstøkum máli at fara til aðrar flokkar hinumegin miðjuna eftir stuðuli.

Enn ein spurningur, sum fer at fáa nógva umrøðu eftir valið, verður framtíðin hjá oljugrunninum, sum er vorðin so stórur, at hann er við at yvirhála samlaða norska búskapin við sínum 20.000 milliardum krónum. Hann er so eisini vorðin til eitt rumbulsmál, nú avgerð er tikin um at gevast við íløgum í fyritøkur, sum eru partur av stríðnum í Ísrael. Har hevur hann m.a. kvett við stóru amerikansku Catterpiller fyritøkuna, sum veitir útgerð til ísraelska herin. Nú hóttir USA so við at revsa Noreg, og tað verður helst ein av avbjóðingunum hjá komandi stjórnini. 

- Hetta er eitt gott úrslit. Eitt greitt úrslit. Tað vísir, at mið-vinstravongurin og sosialdemokratiskir flokkar kunnu vinna val, eisini tá høgra vindar blæsa, segði Støre við miðlarnar uttanfyri embætisbústaðin í Oslo eftir valúrslitið.

Síðani 2021 hevur javnaðarflokkurin stýrt saman við tveimum minni flokkum – miðflokkinum og sosialistiska vinstraflokkinum – men nú krevst eisini stuðul frá Grønaflokkinum og sera vinstravenda reyða flokkinum fyri at fáa meiriluta í tinginum.

Hóast allir fimm flokkar eru samdir um, at Støre skal halda fram sum forsætisráðharri, eru teir ósamdir um orkupolitikk, umhvørvismál og skattapolitikk.

Grøni flokkurin vil hava eina stigvísa niðurtrapping av norska oljuídnaðinum, og  beinleiðis støðg av nýggjari leiting, eins og taka týðandi stig á verðurlagsøkinum fyri at minka útlátið, meðan bæði sosialistiski vinstraflokkurin og reyði flokkurin vilja skerja vinnuna munandi. Hin stóri flokkurin í miðjuni, nevniliga Senterpartiet, sum fyrr hevur verið í stjórn hjá Støre, fór niður í helvt á valinum, so hann fer neyvan at gera so nógv um seg.

[object Object]Hóast høgravindar blæsa so vísti valúrslitið, at Norra framvegis kann verða stjórnað av miðvinstra-flokkum sannar Støre

Men bæði javnaðarflokkurin og miðflokkurin vilja í mun til reyðgrønu flokkarnar halda fram við at leita  eftir olju og gassi – og tað vilja teir størstu flokkarnir á høgra vonginum eisini.

Støre segði eftir valúrslitið, at Javnaðarflokkurin fer at samstarva við hinar flokkarnar fyri at finna loysnir í tinginum.

Hann legði afturat, at Noreg, sum veitir triðingin av náttúrgassinum í Evropa, eigur at halda fram við at kanna møguleikarnar at finna meira av olju og gassi m.a. til tess at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin. 

- Vit fara framvegis at vera ein álítandi partnari, men eisini at menna tøkni, minka útlát og liva upp til okkara veðurlagsábyrgdir, segði hann.

Hetta hendir samstundis sum vinnan stendur fyri avbjóðingum – og fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump setir seg upp ímóti vindorku, sum m.a. norskar fyritøkur eru við at menna og útbyggja í USA.

Forsætisráðharrin endurtók eisini sítt vallyfti um ikki at víkja frá limaskapinum í NATO, frá tættum samstarvi við ES – hóast Noreg ikki er limur – og at føra ábyrgdarfulla fíggjarstýring.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

48 Leygardagur 13. september 2025

Altjóða felag við føroyskum eigarum á Offshore Europe

Ein av høvuðseigaruum í norska felagnum Mintra er føroyska Tjaldur, sum eigur felagið saman við starvsfólkunum og norsku familjufyritøkuni Ferd. Felagið arbeiðir kring allan knøttin og roynir nú at víðka um sítt virksemi. Nevndarformaður er Rúni M. Hansen.

Tvey av oddafólkunum í Mintra á básinum í Aberdeen (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var tann tíð, tá føroyskar fyritøkur og kommunur í hópatali fóru til Aberdeen og Stavanger at luttaka á stóru altjóða orkumessunum Offshore Europe og ONS. So er ikki longur. Hvat framtíðin hevur at bjóða er ein annar spurningur. Men okkurt lívstekin er kortini, og tað er ikki til at undirmeta heldur. 

Millum teir hundraðtals framsýnarar av vørum og tænastum til orkuvinnuna á Offshore Europe í Aberdeen, var eisini felagið Mintra, sum hevur eigarar bæði í Føroyum og Noregi.  

Orkan.fo vitjaði á básinum hjá Mintra, og tað serstaka við hesum altjóða felag, sum hevur kundar runt allan knøttin, er, at høvuðseigarin í hesum felagi er føroyskur. Tað er  føroyska íløgufelagið Tjaldur, sum eigur felagið saman við starvsfólkunum og norsku familjufyritøkuni Ferd. 

Nevndarformaður í Mintra er eisini føroyingur, nevniliga Rúni M. Hansen, sum í nógv ár var ein av leiðarunum í stóra orkurisanum Equinor.

Mintra er ein tøknifyritøka, sum veitir talgilda frálæru til vinnur har trygd og lógarkrøv hava avgerandi týdning. Felagið hevur serligan kunnleika innan sjóvinnu og orkuvinnuna, har krøvini til útbúgving og trygd eru sera høg.

Mintra, hevur sløk 200 fólk í arbeiði og harav arbeiða 50 av teimum í Aberdeen. Umframt Aberdeen, hevur felagið millum annað skrivstovur í Norra, Svøríki, USA og Kypros.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2025

49 Leygardagur 13. september 2025

Gongd komin á nýtt orkufelag við føroyska markið  

Nýggjasta orkufelagið um okkara leiðir, Adura, er farið til verka. Equinor og Shell seta samtaksstjóra og stýrisforkvinnu í felagnum

Camilla Salthe, stjóri í Equinor í Bretlandi, vísir fyri fyrstu ferð alment fram búmerkið hjá nýggja orkufelagnum ADURA á Offshore Europe ráðstevnuni í Aberdeen (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Aberdeen, Offshore Europe. Stórur spenningur hevur verið í orkuheiminum í eina tíð um, hvør fer at standa á odda fyri nýstovnaða orkufelagnum ADURA, sum fer at umsita ognirnar hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum. Og tí eisini teimum, sum liggja tætt við Føroyar.

Nú – stutt eftir altjóða orkuráðstevnuna í Aberdeen – verður  kunngjørt, hvør fer at hava ábyrgdina av nýggja felagnum, sum m.a. skal umsita stóru olju- og gasskelduna Rosebank skamt frá føroyska markinum.

Equinor og Shell eiga hvør sína helvt av felagnum, og hava tey valt fólk uttanífrá at standa á odda fyri virkseminum.

[object Object]

Neil McCulloch er útnevndur til samtaksstjóra, og Nicoletta Giadrossi verður stýrisforkvinna í nýggja "Joint Venture" felagnum Adura.

Hesar útnevningar eru eitt týdningarmikið stig í stovn­anini av Adura, sum verður tann størsti óhefti olju- og gassframleiðarin á bretska landgrunninum. Útnevningarnar undirstrika og endurspegla ein góðan rakstur, sterkfelagsstýring og eina greiða ætlan  fyri framtíðina hjá bretskari olju og gassi, segði Equinor í eini viðmerking í vikuni.

Neil McCulloch
Neil McCulloch kemur úr starvinum sum stjóri  í Spirit Energy og hevur meir enn 30 ára royndir innan leiðslu í orkuvinnuni og hevur havt ein týðandi leiklut í bæði raksturi og menning av bretsku olju- og gassvinnuni.

[object Object]

Eg eri errin av at skula leiða Adura í hesum týdningarmikla tíðarskeiði innan orku sigur McCulloch.

Hann hevur áður eisini arbeitt hjá fyritøkum sum Enquest, BG group og OMV.

Adura hevur sum  endamál at vera ein álítandi orkuveitari í Bretlandi. Saman við okkara dugnaligu starvsfólkum síggi eg fram til at byggja upp eina framtíðar­rættaða fyritøku  forankrað í sterkum virðum og við høgari  rakstarkompetansu leggur hann afturat.

Nicoletta Giadrossi
Nicoletta Giadrossi hevur drúgvar royndir innan stýrisformans- og stýrislimaskap í børs­noteraðum  og privatum feløgum innan orku og infrakervi. Hon hevur staðið á odda í fýra nevndum og er nú stýrisformaður í MSX International, eitt altjóða felag, sum veitir tøkni­ligar tænastur til mobilitetsskrásetingina. Hon er eisini í stýrinum hjá Vopak NV, einum altjóða felag fyri goymslu­infrakervi, og Renew Global plc, sum er fremst innan endurnýggjandi orku í India.

[object Object]

Adura gevur ein serstakan møguleika at ávirka framtíðina í bretsku orku­skipanini sigur Nicoletta Giadrossi. Hon sær fram til at arbeiða saman við Neil og stýrinum fyri at tryggja, at Adura gevur langtíðar virði fyri allar áhugapartar – við denti á trygd, burðardygd og góð úrslit leggur hon afturat.

Hon hevur eisini arbeitt hjá fyritøkum sum Aker Solutions og Technip.

Adura varð stovnað í desember 2024, eftir at Equinor og Shell valdu at leggja saman sínar bretsku olju- og gass­eindir til havs í eitt nýtt felag. Endamálið við Adura er at tryggja innlendis olju- og gassframleiðslu og orkuveiting í Bretlandi.

Høvuðsskrivstovan verður í Silver Fin-bygninginum  í miðbýnum í Aberdeen.
Arbeiðið við at fáa seinastu ­góðkenningarnar uppá pláss er framvegis í gongd og væntast, at Adura formelt byrjar virksemið seinast í 2025.

[object Object]Stjórarnir í Equinor og Shell, Camilla Salthe og Simon Roddy avdúka nýggja orkufelagið ADURA á Offshore Europe í Aberdeen í farnu viku. Mynd Jan Müller

[object Object]Stjórin í FOÍB, Jan Müller hevði høvi at hitta leiðsluna hjá Equinor og Shell í Bretlandi og kunna um bæði leiti- og veitaramøguleikar í Føroyum  

Adura

Í Bretlandi framleiðir Equinor í dag umleið 38.000 tunnur av oljuekvivalentum (olja og gass) um dagin. Shell UK framleiðir yvir 100.000 tunnur um dagin. Adura væntast at framleiða yvir 140.000 tunnur av oljuekvivalentum um dagin komandi árini. Tá avtalan er vorðin endalig helst um nakrar fáar mánaðir fer Equinor at hava 50 prosent og Shell 50 prosent av fyritøkuni. 

Adura fer at fevna um partar hjá Equinor í Mariner, Rosebank og Buzzard feltunum og partarnar hjá Shell í Shearwater, Penguins, Gannet, Nelson, Pierce, Jackdaw, Victory, Clair og Schiehallion feltunum. Haraftrat koma fleiri leitiloyvi á bretska landgrunninum.

Áhugi fyri Føroyar

Fleiri av hesum feltum og leitiloyvum liggja eystan fyri Føroyar, og hevur Adura tí ein náttúrligan áhuga fyri Føroyar, bæði tá talan er um leiting og veitingar. Tíðin fer so at vísa í hvønn mun leiðslan í Adura fer at vísa ein av næstu grannunum, Føroyum, áhuga og ans. Sum støðan er í dag, so hevur ein føroysk fyritøka, Føroya Tele, longu avtalur við Equinor um fipursamband til Rosebank feltið, ið skjótt verður yvirtikið av Adura.

Á Offshore Europe í Aberdeen í farnu viku var samkoma fyri Adura, har Equinor og Shell høvdu boðið umboðum frá orkuvinnuni. Her eisini Føroya Orkuídnaðarbólki, har Jan Müller stjóri og Louis Wilson, umboðsmaður í Bretlandi, stukku inn á gólvið og har hittu stjórarnar í Equinor og Shell. Eisini nýttu teir høvið har til at heilsa upp á borgarstjóran í Aberdeen, har Adura fer at hava sítt høvuðssæti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

50 Leygardagur 13. september 2025

Góð minnir!

- til minnis um Gvøðbjørg West, sum andaðist 26. mai 2025

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Gvøðbjørg fór um sýnina, alt varð kvirt, kalt, grátt, ræðandi og eisini kensluborið. Tann mennandi, gevandi, ríkandi og fyri meg kærleiksfulla kvinnan er vekk. Eg kann ikki ringja, eg kann ikki skriva og ei heldur kann eg fara at vitja. Tað kennist tómt. Eftir nógvan grát og eisini nætur uttan svøvn, ynski eg, at tú skal hava nøkur orð frá mær.

Alt tað - sum eg havi megnað, eigur tú æruna av.

Tú gav mær:

- Kærleika
- Empati
- Mótspæl
- Erligheit
- Virðing

Eg kundi nevnt so nógv annað.

Okkara samstarv var serstakt. Vit arbeiddu saman í nógv ár. Okkara ætlanir vóru nógvar. Ja, sera nógvar.

Eitt – sum vit brendu fyri, var at fáa eitt hús, har ið fólk við seinárinum av kynsligum ágangi, kundu koma og fáa vegleiðing og hjálp. Tað skuldi vera eitt hugnaligt "veristað". Og tað bleiv ein veruleiki. Fleiri møguleikar vóru, men tað bleiv til endans gamli bankabygningurin hjá Føroya Banka á Toftum. Hetta vóru vit báðar vóru sera ernar av. Tað varð arbeitt hart fyri at fáa bygningin kláran. Tað skuldi vera hugnaligt og ”heitt” at koma inn. Tað var av stórum týdningi, at fólk skuldi kenna seg trygg og væl, tá ið tey komu inn. Tú var so ófør at gera okkara veristað hugnaligt. Menn okkara Olaf og Flemming, vinir og familja vóru eisini ófør at hjálpa okkum við at fáa húsið klárt.

Eg og fleiri onnur, ið liva við seinárinum av kynsligum ágangi, hava havt nógvar góðar og eisini stuttligar løtur saman við tær. Vit minnast títt lætta og stuttliga lindi. Tú var eisini ”perfektionist”. Og onkuntíð kundi tað verða strævið hjá okkum øðrum. Eisini hava vit verið uttanlandsferðir saman við tær. Tær vóru gevandi, góðar og festligar. Sjálvt um boðskapurin var álvarsamur.

Føroyar høvdu verið fátækar uttan teg, Gvøðbjørg. Tú breyt upp um armar í ár 2000. Tú fór av tínum eintingum ígongd við at hjálpa fólki, sum høvdu tørv á hjálp orsakað av kynsligum ágangi.

Eg vildi so ynskt, at tú, Gvøðbjørg, fekk eitt stórt herðaklapp frá tí almenna, meðan tú var her á fold. Tað hevði tú so sanniliga uppiborið.

Eitt ótal av fólkum hava fingið hjálp frá tær ígjøgnum øll árini. Ongin ivi er um, at fleiri sita runt ymsastaðni á Føroyalandi og eru tær takksom.

Ein lítilátin kvinna var tú, men tá tað leikaði á, dugdi tú at reisa tínar fjarar - og soleiðis dámdi mær teg eisini best. Takk fyri alt!

Beinta M. Pedersen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

51 Leygardagur 13. september 2025

Seinasti hálvi tímin bjargaði trimum stigum

Føroyar lyftu sítt spæl munandi, innskiftararnir gjørdu mun á Gibaltar, og Martin Agnarsson gjørdist sigursharri við sínum fyrsta landsliðsmáli

Martin Agnarsson varð avgerandi á Gibraltar í sínum fyrsta kappingardysti frá byrjan á A-landsliðnum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gibraltar (Portalurin): Arbeiðið er fullført: Tveir dystir móti Gibraltar og seks stig.

Hetta var tað, sum man setti sær fyri móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.

Føroyar framdu hetta í landsdystinum í Gibraltar mánakvøldið, men tað var ikki pent.

Fyrsta lítla tíman livdu føroyingar ikki upp til favorittleiklutin. Í verjustøðu var tað gott, tí heimaliðið einki slapp at skapa. Við bólti var tað tó als ikki nóg gott: Føroyar høvdu leikligu yvirvágina, men skaptu einki í opnum spæli. Nógvar tekniskar villur vórðu gjørdar, og røttu renningarnar vóru ikki har.

[object Object]Brandur Hendriksson í sínum fyrsta dysti sum liðskipari

[object Object](Myndir: Sverri Egholm)

Eingin skifting varð framd í steðginum. Fyrstu minuttirnar í 2. hálveiki hevði Mattias Lamhauge tvær góðar bjargingar, har hann syrgdi fyri, at Gibraltar ikki kom á odda.

Síðani hevði heimaliðið ongan veruligan málmøguleika, og Føroyar sótu á so at siga øllum. Eitt mál lá skjótt í luftini eftir trýfaldu innskiftingina: Fyrst rakti Samuel Chukwudi tvøtræðið, og síðani kastaði seinasti verjuspælarin seg fyri skoti hjá innskifta Jóan Símuni Edmundsson.

Áleyparin gjørdi sanniliga mun í sínum metdysti (nummar 96), men tað var vinstri vongbakkurin, Martin Agnarsson, ið gjørdist sigursharrin. 21-ára gamli maðurin var fyrstur á returbólti eftir gott álop og skot hjá liðformanninum Brandi Hendriksson.

Síðani hildu Føroyar fast, og vóru eisini nær 2-0 málinum. Einasta vandastøðan nær okkara málið var, tá Tjay De Barr hevði góða sending aftur um verjuna, men Samuel Chukwudi spurtaði aftur í brotsteigin og órógvaði áleyparan, so hann ikki fekk skot ár.

[object Object]

Sí allar myndirnar her

Sí samrøður eftir dystin:

Martin Agnarsson: - Hetta er ekstremt stórt

Gunnar Vatnhamar: - Tað er í okkara DNA at stríðast til tað seinasta

Eyðun Klakkstein: - Nú fara vit eftir stigametinum

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L

Mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' 0-1 Martin Agnarsson

[object Object]

Føroyar (5-4-1):  Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen (59' Jóannes Kalsø Danielsen), Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð (59' Hanus Sørensen) - Páll Andrasson Klettskarð (59' Jóan Símun Edmundsson).

Sí video: "Sweet Caroline" aftan á søta sigurin

[object Object]

Kroatia - Montenegro 4-0 (1-0)
35' 1-0 Kristijan Jakic
51' 2-0 Andrej Kramaric
85' 3-0 Sjálvmál
90+2 4-0 Ivan Perisic

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig 
2. Kekkia 12 stig 
3 Føroyar 6 stig 
4. Montenegro 6 stig 
5. Gibraltar 0 stig

Kroatia hevur spæld fýra dystir - hini londini fimm

Komandi dystir:

9. oktober: Føroyar - Montenegro
9. oktober: Kekkia - Kroatia

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

52 Leygardagur 13. september 2025

Jóan Símun Edmundsson eigur nú metið

Eingin annar hevur spælt 96 landsdystir á manssíðuni. 34-ára gamli toftamaðurin hevði eitt flott avrik sum innskiftari á Gibraltar

Jóan Símun Edmundsson gjørdi aftur mun sum innskiftari móti Gibraltar, og var hann ógvuliga nær við at leggja Føroyar á odda - stutt áðrenn málið hjá Martini Agnarssin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gibraltar, Portalurin: Beint áðrenn ein tími varð spældur á Europa Point-leikvøllinum gjørdu Føroyar eina trý-duppulta útskifting.

Hetta var við at venda dystinum, og Føroyar fingu eisini ein nýggjan metmann, í mun til spældar dystir á manslandsliðnum.

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen á veg á vøllin (Mynd: Sverri Egholm)

Undanfarna fríggjakvøld javnaði Jóan Símun Edmundsson metið hjá Fróða Benjaminsen (95 dystir), og mánakvøldið tók 34-ára gamli áleyparin metið hjá bygdamanninum.

Heidi Sevdal hevur eisini spælt 96 A-landsdystir fyri Føroyar. Hesum rakk hon fyrr í ár.

34-ára gamli toftamaðurin arbeiddi væl í Gibraltar, var við at fáa lív í álopið hjá Føroyum, og var Jóan Símun óheppin ikki at leggja Føroyar á odda, tá hann snýtti málverjan: Aftasti verjuspælarin kastaði seg fyri skotið í evstu løtu.

Tann fyrsti, av teimum nú 96 landsdystunum, var móti Fraklandi í 2009, tá núverandi KA Akureyri-spælarin og táverandi B68-spælarin var 18 ára gamal.

Hoyr samrøðu við Jóan Símun Edmundsson her: Metmaðurin: Jóan Símun fegnast um hvønn landsdyst


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025

53 Leygardagur 13. september 2025

Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur

17-ára gamli Dávid Reynheim skoraði einasta málið í Luksemborg, og seint í dystinum bjargaði Hans Jákup Arngrímsson brotssparki. Stóri stríðsinnsatsurin leiddi til ein óhoyrdan triðja undankappingarsigur á rað

Málverjin Jans Jákup Arngrímsson og málskjúttin Dávid Reynheim (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U21-landsliðið er framvegis á EM-kós. Hóast summi av hinum liðunum júst nú eru komin í gongd við undankappingina til endaspælið, og Føroyar hava spælt tríggjar dystir, so ber illa til at staðfesta annað.

Tí ungu føroysku menninir hava gjørt nakað óhoyrt í føroyskum fótbólti: Í kvøld vunnu teir triðja dystin á rað í einari undankapping - enn eitt bragd er veruleiki.

[object Object]
Enn eitt bragd er veruleiki: Fyri aðru ferð uppá fimm dagar hava føroysku U21-menninir vunnið á útivølli. Hesir somu byjaðu inni í Luksemborg (Mynd: FSF)

Hetta var við sonnum stríðssigri í Luksemborg og sigri í øðrum trupla útidystinum uppá fimm dagar. Føroyar høvdu sjáldan fleiri samansettar alveringar á tunga grasvøllinum, men í verjustøðu og í mum til innsats var tað framúr.

Eins og í Íslandi hóskvøldið, vístu føroyingar eisini eitt serligt evni at revsa. Í 25. minutti fangaðu føroyingar væl Luksemborg í uppspælinum. Árni Nóa Atlason varð forðaður í sínari skotroynd, men bóltrin stakk út til høgru í brotsteignum, har Heini Fossdalsá Sørensen vísti gott yvirblikk og góðan teknikk. HB'arin lyfti bóltin á perfektan hátt til aftaru stong, har Dávid Reynheim hevði runnið seg í púra fría støðu.

17-ára gamli Torino-spælarin var ísakaldur, og við stútara legði hann Føroyar á odda í sínum bert øðrum U21-landsdysti.

[object Object]
Dávid Reynheim rann og stríddist manniliga sum fremsti maður. Hansara mál, sum ein av yngstu U21-málskjúttunum í søguni, gjørdist avgerandi í Luksemborg (Savnsmynd: HB/RS Media)

Dávid Reynheim hevði møguleikan at økja við øðrum stútara eftir steðgin eftir gott innlegg hjá Áka Samuelsen, sum aftur var framúr. Annars vóru føroyingar so at siga bert í verju- og stríðsstøðu seinasta hálva tíman.

Hóast stóra leikliga yvirvág til heimaliðið, skapti Luksemborg ikki teir heilt stóru málmøguleikarnar, hóast okkurt hálgum langskot var fínt.

Føroyska fimm-mansverjan, við góðari hjálp frá teimum frammanfyri, var stinn, og Hans Jákup Arngrímsson var tryggur aftasti skansi. Hetta vísti gøtumaðurin serliga, tá hann á sannførandi hátt bjargaði brotssparki í 82. minutti, sum norðrírski dómarin valdi at geva Luksemborg.

Eftir hetta gjørdist tað ikki heilt vandamikið: Ungu føroysku garparnir hildu á mál og hava nú níggju stig av níggju møguligum í EM-undankappingini.

Um man heldur, at tað at vinna í Luksemborg "bert er nakað, sum skal avgreiðast", so er tað væl frá tí. Luksemborg hevur seinastu mongu árini tjóðartikið nógvar spælarar - millum annað úr Fraklandi og Portugal - og á dagsins liði vóru millum annað spælarar úr PSG og nógvum týskum feløgum. Luksemborg stóð sum rímiliga greiður favorittur undan dystinum, og teir hjá heimaliðnum vístu eisini góðar tekniskar dygdir.

Tað hekk tó betri saman hjá føroyingunum, og menninir hjá Ólavi Mikkelsen fingu eisini á ymsan hátt frustrera teir á heimaliðnum.

Føroyar spæla aftur 9. oktober í Klaksvík, tá Frakland kemur at vitja. Hetta verður væl størsti bitin higartil hjá oddaliðnum í bólkinum.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her

U21 Menn, EM-undankapping 3. umfar
Týsdagin 9. september

Luksemborg - Føroyar 0-1 (0-1)
26' 0-1 Dávid Reynheim (Heini F. Sørensen)

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson - Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen, Mattias Hellisdal (74' Dávid Andreasen), Heini Sørensen, Áki Samuelsen, Ejvind Mouritsen, Hanus Højgaard, Dávid Reynheim (77' Tobias Hansen), Virgar Jónsson

Estland - Ísland 1-1 (1-0)
39' 1-0 Tristan Pajo
87' 1-1 Benony Breki Andresson

Støðan:

Føroyar 9 stig (3 dystir)
Sveits 3 stig (1 dyst)
Ísland 1 stig (2 dystir)
Estland 1 stig (3 dystir)
Frakland 0 stig (0 dyst)
Luksemborg 0 stig (1 dyst)

Komandi dystir:

10. oktober: Føroyar - Frakland
10. oktober: Estland - Luksemborg
10. oktober: Sveits - Ísland

Reytt kort: 39' Júlíus Már Júlíusson


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2025

54 Leygardagur 13. september 2025

Fróði Benjaminsen er farin í gongd á Svangaskarði

Hetta er hansara fyrsta høvuðsvenjarastarvi í vaksnamannafótbólti. Fyrsti dystur hjá B68 við Fróða á odda verður á Eiði sunnudagin

Fróði Benjaminsen hevur nú tikið við á Toftum (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku gjørdist greitt, at Jákup á Borg fer frá at vera høvuðsvenjari á B68 til ítróttarstjóri í B36.

Seinni sama dag kundu vit staðfesta, at Fróði Benjaminsen er nýggjur maður á brúnni á Toftum.

47-ára gamli toftamaðurin fekk í 2022 A-prógv sum venjari, og hann hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum U-landsliðnum hjá FSF og havt ein mennaraleiklut.

Í løtuni er hann U19-landsliðsvenjari. Liðið hevur júst verið í Slovenia og spælt tríggjar venjingardystir. Eftir stórtap fyri Polandi í fyrsta dystinum (0-6), fótaðu Føroyar sær, og liðið hjá Fróða Benjaminsen tapti tepurt móti vertunum og Aserbadjan.

Dagin eftir síðsta dystin í Slovenia, var landliðslegendan á Svangaskarði í nýggja venjaraleiklutinum.

B68 er í løtuni á 7. plássi í Betrideildini og hevur seks dystir eftir at spæla. Sannlíkindini fyri at enda í niðurflytingarvanda eru sera lág.

Fyrsti dystur hjá Fróða Benjaminsen sum oddamanni verður í morgin, tá B68 vitjar liðið beint frammanfyri á stigatalvuni, EB/Streym.

22. umfar í Betri deildini:

Sunnudagin kl. 13.30: FC Suðuroy - 07 Vestur
Sunnudagin kl. 15: NSÍ - TB
Sunnudagin kl. 15: EB/Streymur - B68
Sunnudagin kl. 17.15: HB - B36

Mánakvøldið kl. 18.30: KÍ - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

55 Leygardagur 13. september 2025

KÍ tryggjar sær Gaston Tellechea til og við 2027

Áhugi hevur verið vístur fyri sterka argentinska verjuspælaranum, staðfestr KÍ, í sambandi við at nýggjur sáttmáli er gjørdur millum partarnar

Gaston Nicolas Tellechea eftir sigurin á Radnicki í 2. umfari í Conference League. Júst evropeisku dystirnir vóru ein stór uppliving, staðfestir argentinin - hóast KÍ fór út á dramatiskan og óneyðugan hátt í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tá ið eg kom til Føroyar var eg bæði bilsin og bergtikin. Tá ið flúgvarin lendi var kavi og so at síggja øll fjøllini og havið. Tað var ótrúliga vakurt og gjørdi serstakt árin á meg, greiður Gaston Nicolas Tellechea ki.fo frá.

Fyrst í januar lendu tríggjar argentinar á fyrsta sinni í Føroyum. KÍ hevði satsað nakað við at gera sáttmála við tríggjar spælarar úr fótbóltsglaða suðuramerikanska landinum. Talan var um tríggjar spælarar, sum royndi danski venjarin Ove Christensen hevði sæð nakað til og eisini tosað við.

KÍ fekk viðmælt spælararnar, og tað er tann elsti, sum veruliga hevur sligið til, meðan hinir báðir ávikavist eru eyka/rotatiónsspælari (Martin Rodrigo Gonzalez) og leigaðr út til 07 Vestur (Tobias Fabian Guisti)

Tíðliga í landskappingini sást, at Gaston Nicolas Telechea fór at vera KÍ ein sannur fongur. Sterki, skjóti, ágangandi og tryggi miðverjin hevur verið millum allarbestu verjuspælararnar í Føroyum í ár - og helst ein av bestu útlendingunum, sum er komin til Føroya seinnu árini.

25-ára gamli argentinin, sum nú roynir at læra seg betri enskt, stórtrívist eisini í Klaksvík.

- Eg eri ómetaliga glaður fyri at vera her. Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at spælt við KÍ, og ikki minst at fáa týdningarmiklu royndirnar úti í Evropa. Konan og eg eru ómetaliga glað fyri at vera her, og tað hevur alt verið eitt stórt upplivilsi fyri meg og okkum, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ.

[object Object]
Gaston Tellechea vísir styrki í í dysti móti FC Suðuroy á Vágseiðnum (Mynd: Bjartur Vest)

Nýggjan sáttmála - vilja løna og tryggja

Venjarin hjá KÍ er eisini ovurfegin um at hava Gaston Tellechea í hópinum. Tað staðfestir Magnus Powell fyri ki.fo - hetta í sambandi við at KÍ hevur longt sáttmálin við argentinan. Og verjuspælarin kann geast uppaftur betri:

-  Er eri eisini sannførdur um, at vit bert hava sæð ein lítlan part av hvat hann kann blíva tað til.

Hetta verður møguliga at síggja í 2026 og 2027 - helst bæði árini í KÍ. Sáttmálin millum partarnar er nú longdur, so hann ikki bert fevnir um 2026, men eisini 2027.

Tað er tó ikki óvæntað ein ávísur áhugi fyri Gaston Tellechea uttanlands, eftir nakrar góðar evropeiskar dystir og millum annað eisini eitt mál har í summar.

- Tað er stórur áhugi í hansara dygdum og fleiri hava sæð hansara eginleikar, men einki konkret (...) Hann hevur uppiborðið ein betri sáttmála, tí hann hevur leverað á vøllinum og til venjing, og tað vilja vit viðurkenna hann fyri, staðfestir Magnus Powell.

KÍ fer skjótt at staðfesta FM-heitið, og skal síðst í oktober spæla steypafinalu móti Víkingi. Liðið hevur yvir tjúgu sáttmálar upp á pláss til 2026, sambært Norðlýsinum, og Magnus Powell hevur eisini sáttmála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2025

56 Leygardagur 13. september 2025

Stórur finaludagur í dag

Í gjárkvøldið spældu U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða í dag. B36 verður best umboðað á Tórsvølli við fimm liðum

B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru: Felagið, sum millum annað hevur U13- og U15-steypini hjá dreingjumn í løtuni, er í heili fimm finalum (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið er nógvur steypafótbóltur at síggja á Tórsvølli, nú steypafinalurnar í yngru deildunum er á skránni.

B36 er best umboðað í ársins steypafinalunum hjá teimum yngru. Árstalsfelagið er umboðað í fimm av teimum í alt seks finalunum, sum skulu spælast. Víkingur er í trimum, meðan AB, FC Hoyvík, Skála og 07 Vestur eru í einari finalu.

Sí eisini: B36 er í fimm av seks ungdómsfinalum

Lagt varð fyri í gjárkvøldið tá AB og B36 brustu saman í finaluni hjá U21, og síðani verður hildið fram í dag, tá hinar fimm finalurnar eru á skránni.

Leygardagin 13. sept.
Kl. 10: Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30: 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13: Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16: FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19: B36 – Víkingur (U17 dreingir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2025

57 Leygardagur 13. september 2025

NSÍ spældi sær av við góðan møguleika

KÍ javnaði til 2-2 stutt fyri leiklok, og liggur nú væl fyri í FM-stríðnum: Trý stig eru niður til NSÍ, nú trý umfør resta í

(Skíggjamynd: tv.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ-kvinnurnar kunnu anda lættan eftir oddadystin móti NSÍ sunnudagin. Runavíkskvinnur vóru á odda 2-1, men í 90. minutti javnaði Durita Hummeland, og køvdi harvið nakað av spenninginum um FM.

Trý stig skiltu liðini undan dystinum við Løkin, og hetta var møguleikin hjá NSÍ at festa lív í FM-stríðið. Brá Zakariasardóttir legði NSÍ á odda tá 54. minuttir vóru leiktir, men longu tíggju minuttir seinni javnaði Sólja Ernstdóttir fyri KÍ.

Í 78. minutti var Heidi Sevdal uppá spæl og sendi NSÍ á sigurskós.

Kí royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og í undanvindinum eydnaðist tað til síðst Sólju Ernsdóttir at sleppa framvið NSÍ-verjuni. Abigail Mensah í NSÍ-málinum bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin datt út til Duritu Hummeland, sum smekkaði bóltin í netið.

Dysturin endaði 2-2 og harvið liggur KÍ væl fyri í svinginum til meiostaraheitið.

Trý umfør eru eftir, og KÍ og NSÍ spæla aftur í seinasta umfari 11. oktober.

NSÍ - KÍ 2-2 (0-0)
54' 1-0 Brá Zakariasardóttir
64' 1-1 Sólja Ernstdóttir
78' 2-1 Heidi Sevdal
90' 2-2 Durita Hummeland

HB - Víkingur 1-3 (0-1)
30' 0-1 Sára Vang Justinussen 
48' 1-1 Fridrikka Clementsen
77' 1-2 Hanna Isaksen (Jensa Tórolvsdóttir)
90+3' 1-3 Arnborg Lervig 1-3 (Jensa Tórolvsdóttir)

Støðan:

KÍ 52 stig
NSÍ 49
HB 34
Víkingur 31

Næsta umfar verður 21. september


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2025

58 Leygardagur 13. september 2025

Petra Hoydal hevur gjørt sáttmála við Hellas Verona

Landsliðsáleyparin skiftir úr AaB til italskan fótbólt

Petra Hoydal er uppvaksin í Danmark, men hevur føroyska mammu. 20-ára gamli áleyparin skiftir nú til Italia - hon hevur spælt 9 A-landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Petra Hoydal er uppvaksin í Norðurjútlandi. Hon er hálvur føroyingur - mamman er úr Føroyum, og hevur Petra tí nógva familju í Hoyvik.

Nú 20-ára gamli álopsspælarin hevur verið á U19-landsliðnum, og hevur hon síðani tíðliga í 2024 spælt 9 A-landsdystir og skora eitt mal fyri Føroyar.

[object Object]

[object Object]
Petra Hoydal skoraði í EM-undankappingardystinum móti Andorra í fjør. Føroyar vunnu 4-0 (Savnsmydir: Sverri Egholm)

Sum 11-ára gomul kom hon til AaB - størsta felagið í Norðurjútlandi. Í fjør spældi Petra Hoydal 21 dystir, og skoraði fimm mál fyri best í næstbestu donsku deildini.

Nú tekur hon næsta fetið. Italskur fótbóltur er á hægri stigi enn tann danski, og Petra Hoydal skal nú spæla fyri Hellas Verona, sum er í Serie B.

Sambært heimasíðu felagsins, hevur Petra Hoydal gjørt eitt árs-sáttmála við Hellas Verona.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2025

59 Leygardagur 13. september 2025

Zacharias R. Jakobsen fingið gullnálina hjá ÍSF

Formaðurin í Vága Ríðingarfelag varð heiðraður við gullnálini hjá ÍSF herfyri

Elin H. Joensen, ÍSF forseti og Zacharias R. Jakobsen (Mynd: Ríðisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá heystkappríðingin var í Vágum herfyri, nýtti ÍSF høvið at heiðra formanninum í Vága Ríðingarfelag, Zacharias R. Jakobsen við gullnálini hjá ÍSF.

– Gullnálin verður m.a. latin til fólk, ið hava gjørt eitt munagott arbeiði fyri føroyska ítrótt, og hetta kann við lít sigast at Zacharias livur upp til, skrivar Ríðisamband Føroya.

– Umframt at hava verið aktivur reiðmaður og fleirfaldur føroyameistari í tvíspor, so hevur hann eisini verið sera virkin at skapa bestu karmar fyri ríðing bæði sum ítrótt og frítíðarvirksemi. Hann hevur verið formaður í Vága Ríðingarfelag í mong ár og hava teir hesa tíðina m.a. bygt stóra stásiliga reiðhøll og felagsfjós í Miðvági.

– Zacharias hevur eisini sitið í nevndini hjá Ríðisamband Føroya síðani ár 2000, flestu árini sum næstformaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2025

60 Leygardagur 13. september 2025

Jóannes Poulsen: Innleiðandi kappingin gjørdi av við meg

Jóannes Poulsen tapti ikki óvæntað 1/48-finaluna í HM-kappingini bogaskjóting ímóti Eun Gyu Choi úr Suðurkorea sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Innsent

- Eg eri vónsvikin av úrslitinum, men eg veit, at eg havi okkurt at arbeiða við, og tað er betri, enn at koma heim frá eini so týðandi kapping og ikki vita, hvat eg kann gera fyri at fáa betri úrslit í komandi kappingum.

Tað sigur Jóannes Poulsen, sum sunnudagin tapti 1/48-finaluna í HM í uttandura bogaskjóting í Gwangju í Suðurkorea, eftir at hann leygardagin bleiv nummar 102 í innleiðandi úrtøkukappingini, og tískil akkurát kláraði upp um markið fyri yvirhøvur at sleppa víðari í kappingini.

104 teir bestu í úrtøkukappingini sluppu víðari. Skipanin er tó soleiðis, at botnurin skal skjóta ímóti toppinum í fyrsta umfarinum í eliminasjóns-duellunum, og har rýkur taparin beinanvegin út úr kappingini. Átta teir bestu í úrtøkukappingini sluppu beinleiðis víðari til 1/16-finalurnar, meðan hinir 96 fyrst skuldu vinna 1/48- og 1/24-finalurnar fyri at koma har til.

Jóannes sigur, at hóast hann í innleiðandi úrtøkukappingini akkurát kláraði upp um gáttina til eliminasjóns-duellirnar, so var hann greiður yvir, at sannlíkindini vóru stór fyri, at HM-kappingin var um at vera liðug fyri hansara viðkomandi.

- Tá eg skal skjóta ímóti honum, sum bleiv nummar 11 í innleiðandi kappingini, og eg sjálvur bleiv nummar 102, so veit eg sjálvandi, at tað ikki verður lætt, sigur hann.

[object Object]

Nervøsiteturin ger munin

Jóannes tapti 1/48-finaluna ímóti suðurkoreanska Eun Gyu Choi 142-149. Tað er eitt greitt tap, men als ikki eitt ógvusligt tap, og ongin pílur fór púra skeivur. Størsti munurin liggur í tí mentala, ásannar Jóannes – nervøsitetinum, sum stendst av, at mótstøðumaðurin telist millum teir allarbestu í heiminum – og besta prógvið um tað sást í upphitingarumførunum á regnvátu skjótibreytini í Gwangju í Suðurkorea, tá Jóannes hevði munin.

- Eg skeyt ordiliga væl undir upphitingini og betri enn mótstøðumaðurin, men tá dysturin so byrjaði, bleiv tað øvugt, og eg misti ov nógv stig – hann misti bara eitt stig av 150 møguligum, og eg misti átta. Tað er ringt at vinna í móti so góðum skjútta, men eg kundi skotið betri enn eg gjørdi, staðfestir Jóannes og leggur afturat:

- Fyri at koma í betri venjing mentalt, altso, fyri at fáa betri tamarhald á nervøsitetinum, so ræður tað fyrst og fremst um at luttaka í fleiri altjóða kappingum á høgum støði, so mann fær vant seg til sovorðnar umstøður og karmar og ikki minst tað at skula skjóta ímóti teimum allarbestu í heiminum.

Veðrið fær ikki skyldina

Tað hevur verið nógvur hiti í Suðurkorea, síðan teir tríggir føroysku compoundskjúttarnir, Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen komu til landið 1. september, og luftin hevur verið og er ógvulia rálig og slavin. Eisini hevur toran gingið við ógvusligum ælum – 1/48-finalan mátti sostatt útsetast í 20 minuttir, tí toran gekk.

Jóannes gevur tó ikki veðrinum skyldina fyri heldur laka føroyska úrslitið í HM – í liðkappingini bleiv føroyska liðið næstaftast í innleiðandi úrtøkukappingini og slapp tískil ikki víðari í kappingini.

Nikkel Petersen endaði sum nummar 114 av 121 í úrtøkukappingini til einstaklingakappingina leygardagin, og hann er heldur ikki nøgdur við sítt avrik.

- Tad gekk ómetaliga illa fyri mítt viðkomandi, og eg var ikki fyrireikaður upp á henda hitan og fuktigheitina. Eg hevði vónað umleið 25 stig meira í kappingini, men tad riggaði ikki hesaferð, sigur hann.

Jógvan Niclasen, sum bleiv nummar 118 við 657 stigum, er hinvegin nøgdur við kappingina, tá hugsað verður um umstøðurnar.

- Veðrið hevur verið ein harður mótstandari, allíkavæl haldi eg, at eg skeyt væl, tá alt riggaði, men so fóru onkrir pílar ordiliga skeivir, og teir blivu mær ov dýrir, sigur hann. 

[object Object]
Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen vóru lidnir at skjóta í HM-kappingini leygardagin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2025