Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 05. februar 2022 | Nr. 6 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Hol ígjøgnum og cognac undir Skopunarfirði

SíÐa 3

1 Leygardagur 05. februar 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ov veikar kommunalar eindir

Gjøgnumtrekkurin merkist nú í smoguni undir Skopunarfirði. Opið er ígjøgnum, og nú kunnu sandoyingar langt um leingi av álvara fara undir at telja niður til dagin tá koyrandi verður millum Traðardal og Suðurstreym nær tað skal vera.

Nú meðan so stórt uppmerksemi var á Sandoynna kom lutfalsliga nývaldi borgarstjórin heima á Sandi við einari beinraknari og skilagóðari útmelding um, at stundin nú er komin til at oyggin skipar seg í eina kommunu heldur enn at pjøssa hvør í sínum lagi ella kappast sínámillum á økjum, har tað var nógv gagnligari at staðið saman.

Og tað gjørdist heilt løgið, tá kommunurnar í oynni um sama mundi kundu boða frá, at tær – tað vil siga Sandoyar Skúlasamband – nú høvdu yvirtikið stásiligu ítróttahøllina inni í Dal, sum hevur verið í brúk síðan 2012. Naggatódn millum kommunurnar og landið hevur verið orsøk til, at hetta ikki er hent fyrr enn nú, varð sagt.

Orsøkin til at landið fór undir at byggja sandoyingum ítróttahøll í síni tíð var, at kommunurnar ikki sóu seg førar fyri at geva borgarum sínum hesa tænastu. Sandoyingar fingu eina høll frá landinum, men landið hevði ongan at lata høllina til.

Í dag kann tað tykjast ófatiligt, at landsstýrið ikki setti sum krav fyri at fáa høllina, at kommunurnar løgdu saman, so at ein móttakari var til stórfingnu gávuna. Kravið varð ei heldur sett, tá Sandoyggin fekk sína heilt serligu skipan fyri eldrarøktina.

Nú um dagarnar var eykajáttanaruppskot til viðgerðar á tingi um at lata einari av kommununum í oynni upphædd frá landskassanum, tí tað hevur verið oyðileggjandi áarføri ikki so langt eftir, at skaðabrim eisini hevur gjørt um seg.

Tingið vísti tíbetur breiða vælvild fyri uppskotinum, hóast tað kom frá andstøðutinglimi.

Men tað er kortini merkisvert, at ein kommuna skal koma illa fyri av einum skaða fyri tvær milliónir krónur – so illa, at farast má í løgtingið at biðja um eykajáttan.

Náttúrufyribrigdi, sum í størri kommunum uttan himpr verða bøtt aftur, kunnu gerast ovurstórir trupulleikar í øðrum kommunum. Slíkt átti ikki at komið fyri, og borgararnir hava eisini betri tænastu uppiborna.

Hetta vísir, at skipanin við smáum kommunum ikki virkar nóg væl. Sjálvandi skuldi Sandoyar sýsla við knapt 1300 borgarum verið ein kommuna.

Ein fær hug at óttast fyri um okkurt hendir í tunnlinum, sum vit øll gleða okkum til verður latin upp fyri almenninginum. Vónandi megna kommunurnar at standa saman um neyðugu tilbúgvingina, sum krevst til ein slíkan tunnil. 

(Tekstur broyttur kl. 11.55 - viðvíkjandi raksturin av ítróttahøllini)

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5176

    Lisnar síður: 23133

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 05. februar 2022

Hátíðarhald Inni í Dal

Nógv fólk var samankomið í ítróttarhøllini tá seinasta skotið í Sandoyartunnlinum varð latið av. Sí myndirnar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Myndir frá hátíðarløtuni í Ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandoynni tá seinasta skotið varð latið av í Sandoyartunlinum.

Myndirnar tók Eyðstein Ólason:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

3 Leygardagur 05. februar 2022

Hol ígjøgnum og cognac undir Skopunarfirði

Tunnilstoymini Sandoyarmegin og Streymoyarmegin høvdu hátíðarløtu saman tá skotið varð ígjøgnum í Sandoyartunlinum

(Mynd: Sonni á Horni)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hátíðarløta var undir Skopunarfirði nakað eftir klokkan 13 hósdagin tá seinasta skotið varð latið av, og hol var í gjøgnum.

Hóast tunnilin ikki verður liðugur fyrr enn um meira enn eitt ár, er hetta størsta løtan hjá tunnilsarbeiðarunum.

Hetta er løtan tá tunnilsliðini koma saman í tunlinum og fáa høvið at reypa. Norsk siðvenja er eisini, at bróta eina cognac fløsku niður í tunnilin, og eisini at cognac verður skonkt.

Her eru nakrar myndir sum Sonni á Horni tók:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

4 Leygardagur 05. februar 2022

Latið verður upp fyri rottunum eisini

Umhvørvisstovan minnir á at vera ansin, so rottan ikki kemur í Sandoynna, nú opið er millum Streymoynna og Sandoynna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umhvørvisstovan minnir nú á at vera varin og ansa eftir rottu, nú sprongt er ígjøgnum millum Streymoynna og Sandoynna í dag.

Sandoy er ein av 11 oyggjum, har ongin rotta er. Og tí er tað okkara ábyrgd at fyribirgja, at rotta sleppur til Sandoyar, sigur Umhvørvisstovan.

Kemur rotta í oynna er vandi fyri ríka fuglalívinum í oynni. Kemur rotta til oynna, verður tað til stóran skaða fyri fuglalívið. Serliga er tað fuglur, sum reiðrast í holum, ið verður oyddur av rottu, eitt nú skrápur, drunnhvíti og lundi.

[object Object]

Tá koyrandi verður til Sandoyar, fer ferðslan uttan iva at økjast, og verða sannlíkindini fyri, at rotta sleppur til Sandoyar størri.  Tað er tí sera umráðandi, at øll, sum senda ella flyta vøru til oynna, ansa eftir, at vøran er væl pakkað og heil, so at eingin rotta fylgir við. Eisini er umráðandi, at kommunurnar støðugt skipa fyri yvirvøku, fyri at fylgja við, um rotta skuldi verið í oynni, og at kommunurnar hava eina tilbúgving, so tær altíð eru til reiðar at týna rottuna beinan vegin, skuldi hon komið til oynna.

Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og týning av rottu saman við kommununum, og vegleiðir um yvirvøku og tilbúgving.

Harafturat er tað umráðandi, at øll sum búgva ella vitja Sandoynna, beinan vegin boða kommununi frá, um ein hevur sæð rottu, sigur Umhvørvisstovan. 

Umhvørvisstovan hevur gjørt eina frágreiðing um hvussu byrgjast kann fyri at fáa rottu í Sandoynna. Frágreiðingin kann lesast her 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

5

Størv

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Landmátari/verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Løgfrøðiligur ráðgevi - Trygd

Meira Umsóknarfreist:

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

KT TRYGDARFÓLK TIL ATLANTIC AIRWAYS

Meira Umsóknarfreist:

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Meira Umsóknarfreist:

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Fyristøðufólk til Koltur

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Lærlingur til maskinmiðstøðina í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024
6 Leygardagur 05. februar 2022

SEV montørar komnir hálva leið til Sandoyar

Einir 90 kilometrar av kaðali verða lagdir í Sandoyartunlinum

(Mynd: Sev.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú skotið er ígjøgnum til Sandoyar verður ferð sett á vegagerðina í tunlinum og harvið eisini kaðallegging.

Montørar hjá SEV hava í langa tíð arbeitt í myrkrinum undir havsins botni við kaðallegging. Teir eru komnir smáar fimm kilometrar inn í tunnilin, sum er smáar 11 kilometrar langur, og harvið longsti tunnil í Føroyum. Í løtuni arbeiða teir tískil umleið 155 metrar undir vatnskorpuni.

- Vit hava fylgt vegagerðini hjá NCC frá Gomlurætt. So hvørt sum NCC hevur bygt vegin upp, hava vit lagt okkara leiðingar í. Vit leggja umleið 500 metrar hvørja ferð, sigur Mads á Heyggi, kaðal- og linjumeistari á Rakstrardeildini hjá SEV.

Tað sigur hann við heimasíðuna hjá SEV.

Arbeiðið í tunlinum er eisini partur av størri verkætlan at knýta økini saman. Arbeitt verður tí harumframt við einum grevstri, sum gongur frá koplingarstøðini í Húsahaga og sum skal enda í einari koplingarstøð á Sandi.

- Vit skulu hava tvær 60 kV leiðingar og tvær 20 kV leiðingar í tunnilin. Tað eru átta trumlur, sum vit draga út so hvørt sum tunnilsvegurin verður gjørdur, so samanlagt verða tað einir 90 km av kaðali, bara í tunlinum, sigur Mads.

Sambært verkætlanini verða tíggju transformarastøðir í tunlinum, umframt ein uttan fyri hvønn tunnilsmunna. Væntandi eru allir kaðlarnir lagdi móti sumri.

Vanliga eru fýra montørar og draga út hvørja ferð. Harumframt verður kranabilur brúktur at draga kaðlarnar út við og lítil gravimaskinu, sum koyrir aftaná kranabilinum og leggur kaðalin í grøvina. Tá kaðlarnir eru lagdir, verða skoyti gjørd, áðrenn NCC tyrvir kaðlarnar.

Rakstrardeildin er so smátt byrjað at planleggja arbeiðið at montera trafostøðir. Tær fyrstu fýra verða klárar at montera 1. mai, og eftir ætlan verður arbeiðið hjá SEV í tunlinum liðugt um ársskiftið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

7 Leygardagur 05. februar 2022

Suffía bjargaði lívið á pápanum

Suffía Olsen er Ársins Fyrstihjálpari 2021. Eisini fingu fýra børn serstakan barnaheiður í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2021 fer til Suffíu Olsen fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp. Suffía og familjan ótu døgurða, tá pápi hennara brádliga fekk hjartasteðg.

[object Object]
Suffía Olsen saman við mammuni og systrini, Jóannes Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi og Ingun Eiriksdóttir, stjóra í Betri Trygging uttast til vinstru

Ímeðan mamman og yngra systirin ringdu 112, var Suffía skjót at fremja lívbjargandi fyrstuhjálp til sjúkrabilur kom á staðið. Av tí, at Suffía handlaði so skjótt, og gav munagóða fyrstuhjálp, kann pápi hennara, Pauli, liva eitt vanligt lív uttan varðandi mein.

Suffía vísir gott yvirskot og orku, at hon megnar at fáa lítlusystrina burturfrá saman við mammuni, hóast tær vóru ræðsluslignar. Tað krevur dirvi at halda høvdið kalt og minnast mannagongdirnar, tá ið ein so nær í familju, fær hjartasteðg, ljóðar grundgevingin hjá Reyða Krossi.

[object Object]
Gilli Sjúrðarson Holm fekk heiðursbræv

Heiðursbræv varð eisini latið til Gilla Sjúrðarson Holm, sum í summar 2021 kom fram á ein mann, sum hevði fingið hjartasteðg og fór beint í gongd við at geva lívbjargandi fyrstuhjálp inntil sjúkrabilurin kom á staðið - lítil ivi man vera um, at hevði Gilli ikki verið har, so hevði maðurin helst ikki yvirlivað.

[object Object]
Starvsfólk hjá Grant fingu heiðursbræv fyri at veita góða fyrstuhjálp

Harumframt fáa starvsfólk á Grant heiðursbræv fyri at veita góða fyrstuhjálp – bæði kropsliga og sálarliga – tá ið ein starvsfelagið var óheppin og skar seg illa á einum rúti.

Øll trý fingu í dag heiðursbræv og blómutyssi frá Reyða Krossi. Ársins fyrstihjálpari 2021 fekk harafturat eina peningagávu frá Betri.

[object Object]

Barnaheiður

Í ár fingu fýra børn eisini Ársins barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar.

Í aðrari hendingini fyribyrdu nakrir smádreingir eini vanlukku, tá teir løgdu merkis til, at ein lastbilur, sum stevndi beint ímóti einum tunli, hevði gloymt at koyra kranan niður.

Í hini hendingini bjargaðu tvær smágentur systkinabarni teirra, sum var dottin í ein djúpan hyl.

Øll fýra børn fingu heiðursbræv umframt eitt gávubræv frá Bovling í Leirvík.

Í sambandi við tiltakið, varð stuðulsavtalan millum Betri og samarittarnar hjá Reyða Krossi eisini forlongd fram til og við 2024, og verður Betri sostatt verandi høvuðsstuðul hjá samarittunum.

Stuðulin frá Betri ger sera stóran mun, og er eitt nú við til at styrkja karmar og umstøður hjá sjálvbodnum á samarittøkinum, og skal harumframt síggjast sum eitt stórt herðaklapp til tað framúr góða arbeiðið, sum samarittarnir gera í sambandi við at veita stuðul og fyrstuhjálp til tiltøk kring alt landið, skrivar Reyði Krossur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

8 Leygardagur 05. februar 2022

Fara undir fjórða prikið í Føroyum nú

Fólk við veikari immunverju fáa tilboð um fjórðu koppseting móti covid-19. Ein treyt fyri at fáa fjórða prikið er, at tað í minsta lagi eru gingnir tríggir mánaðir síðan triðja prikið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur góðkent eitt tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunverju at verða koppsett fjórðu ferð fyri koronu, covid-19.

Talan er um sama leist, sum tá fólk í hesum somu vandabólkum fyrr enn onnur fingu tilboð um at lata seg koppseta triðju ferð.

Tilboðið er ætlað til fólk við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk við ávísum álvarsomum giktasjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, fólk í dialysuviðgerð og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum nýliga hava fingið kemoviðgerð.

Føroyska tilboðið er meinlíkt tí, sum donsku heilsumyndugleikarnir eisini hava mælt til. Í sínum tilmæli vísir danska Sundhedsstyrelsen millum annað á, at mongdin av andevnum ímóti covid-19 í kroppinum so líðandi fellur eftir koppseting. 

- Tískil viknar verjan, samstundis sum nýggja omikron-frábrigdið økir um vandan hjá fólki at verða smittað, sigur koppsetingarbólkurin.

- Endamálið við fjórðu koppsetingini er at verja hesi fólk ímóti álvarsligari sjúkugongd, verða tey smittað.

Fólk, ið eru umfatað av tilboðnum um fjórðu koppsetingina, fáa innkalling frá sjúkrahúsverkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

9
Leygardagur 05. februar 2022

John er ímyndin av matstovuvirksemi

Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best, sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni

 
SkrivaÐ:

Orð og Myndir: Birgir Kruse / birkblog

[object Object]

Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð.

[object Object]

Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð. 

[object Object]

Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu.

[object Object]

Men stuttligast haldi eg tað vera, at John, saman við teim trimum Leif Sørensen, Gutta Winther og Birgir Enni, er kosin ein føroysk ikon, ímynd, av matstovuvirksemi, við hesum orðum:

Many skills are needed in a Restaurant Manager. It is not just to oversee, being present, to serve, to converse meanwhile maintaining the art of discretion. Being able to read the guests wishes and expectations is one of the many talents that John Mikkelsen possesses.

[object Object]

Tá eg blaði gjøgnum myndasavnið, kann eg ikki annað enn sanna trúvirði í hesum fáu orðum, sum royna at lýsa kompleksa leiklutin hjá John Mikkelsen í matstovunum Heima í Havn, og hansara sentrala leiklut í borðreiðing, at ganga til handa og altíð at vita svar uppá tað, sum matstovugestir kunnu finna uppá at spyrja um. Tað er ikki altíð sum at siga tað, at svara slíkum spurningum og passiarlíknandi práti. Alt tað dugir John.

[object Object]

Og nú vit hava fingið nýggjan landstýrismann við fiskimálum, Árni Skaale, sum eitt tað fyrsta nevndi at lata Føroya Banka upp aftur, so er longu nú greitt, at nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, fer út á Bankan í mars at gera yvirlitstrolingar. Áarstova, hin fremsta føroyska matstovan í Trip Advisor, og Barbara Fish House hava longu lagt seg í kjalarvørrin á royndarveiðuni og lýsa við Bankakvøldi 25. og 26. mars.

[object Object]

Nú føroysk gastronomi og kokkayrkið yvirhøvur hevur verið hart rakt av koronafarsóttini, er vert at savnast um tey avrik, sum undangongufólk á økinum standa saman um, summi sjónligari enn onnur. Takk fyri tykkara íkast, so vit slúknu átufressar aftur kunnu samgleðast kring borðið og skifta orð um tilgerð, smakk og góðsku, nú koronaavmarkingarnar eru linkaðar. Til lukku við tilnevningunum, John!

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

10
Leygardagur 05. februar 2022

Ein Ford Mustang yviri í Líðini

Yviri í Líðini á Tvøroyri stendur ein ómetaliga flottur gulur 1969 Ford Mustang At hann svarar til navnið "úrvilt preriuross" skal ongantíð vera nakar ivi vera um, tí at hetta amerikanska rossið hevur 530 hestakreftir, altso einar 130 hestar fleiri enn línubátarnir frá 1960'unum

 
SkrivaÐ:

Orð & myndir: Sonne Smith

Eigararnir eru teir somu, sum eiga tann frammanundan umrødda Ford Galaxie'in, brøðurnir Eyðun og Gudfinn Jespersen og pápi teirra, Finn. Allir tríggir búgva á Tvøroyri.

Pápin, Finn Jespersen, hevur sambært synunum altíð sjálvlærdur skrúvað, og synirnir hava gingið aftan á honum.

[object Object]

Eyðun fortelur, at Finn man hava lagt tað í synirnar, sum teir hava lært. Áhugin hevur verið har alla tíðina, og Finn tosaði altíð um, at teir áttu at havt eitt verkstað, men tað var ikki fyrr enn Eyðun tók stig til at fara undir eitt verkstað, at teir tríggir lótu verkstaðið í Froðba upp fyri 12 árum síðan, í 2010.

Úr savninum hjá Hans Elmari í Vatnsoyrum

Áhugin fyri bilum yvirhøvur beindi teir vestur í Vágar til Dánjal Paula Poulsen, sonur tann navnframa Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum við tí serstakliga ríka veteranbilasavninum, sum Dánjal Pauli nú eigur.

[object Object]

Dánjal Pauli hevði keypt mustangin úr Svøríki í 2017 sum skilst.

- So havi jeg møtt Dánjal Paula og sætt henda flotta bilin í akkurát hasari farvuni, sum jeg altíð havi verið forelskaður uppií, og jeg segði tað so við hann, at hann mátti siga frá, vissi hann seldi hann, sigur Eyðun.

Ein dagin skrivaði Dánjal Pauli til Eyðun og boðaði frá, at hann ætlaði at fara at rudda út, og tað varð helst tann guli mustangurin, ið skuldi út. Hetta var í 2020.

- Jeg veit ikki ... jeg varð so beinanvegin interesseraður, og skrivaði onkran prís fyri hann, og hann skrivaði, at hann vildi helst hava eitt lítið sindur meira, og okur blivu so samdir um, at tað bleiv tað.

[object Object]

"Altso, tavagud, jeg skíti á tað!"
Eyðun spurdi nú beiggja sín og pápa sín, um teir saman kundu keypa bilin.

Í somu løtu tú sært henda 1969 Ford Mustang, leggur tú merki til, at hann er onkursvegna yvirdimensioneraður. Hann hevur sum nevnt 530 hestar, og kubikkini eru heilt óhugnaliga mong, heili 8.200 í tali.

Eyðun heldur, at tann svenskarin, sum átti bilin áðrenn, hevði bygt hann til race, kappkoyring. Tí hevur hann so stóran motor. Men hann er nokk so ringur at koyra. Tú fært ikki koyrt spakuliga við honum, tú skalt alla tíðina hava umdreyingar á.

[object Object]

- Jeg minnist, at tá ið okur fóru vestur at hyggja at bilinum, føldi okur, at hann var harður og ringur at koyra við og alt hetta her, so bleiv ein lítil diskussión um hetta her við pengunum. Jeg ringi suður til pápa mín og fortelji hetta her. Hann sigur: "Altso, tavagud, jeg skíti á tað!" Um hann so bara stendur til pynt, so legði hann einki í tað. Hann vildi og skuldi hava bilin suður.

Tuningin ger, at bilurin er eitt sindur ringur at starta, og hann gongur illa í fyrstani, inntil hann verður eitt sindur heitur. Har var eisini eitt lítil problem við startaranum, ið reyk út.

Tað man fara at laga seg
Og tó, hetta fara teir at hyggja uppá. Har er ikki so heilt nógv at gera við hann, til hann koyrir so væl, sum teir vilja hava hann at koyra.

- Okur ætla at fáa hann at koyra ordiligt, so hann heldur hevur færri hestar og koyrir perfekt.

Tað ætla Eyðun, Gudfinn og Finn millum annað at gera við at fáa ein annan karburator við elektroniskari innspræning, tí teir síggja, at hann oysir bensin út.

Sum er, fer hann osandi, froysandi og deymandi eftir vegnum.

[object Object]

Teir vita eisini, at onkustaðni uttanlands kunnu teir skifta alt fjaðrasystemið, upphang og annað út, so hann ikki verður so harður at sita í.

Nú fáa teir at síggja, um teir ikki bara gera alt sjálvir, um teir keypa tað neyðuga tilfarið, annaðhvørt úr Amerika ella Svøríki.

Samanumtikið ivast Eyðun, Gudfinn og Finn ikki í, at teirra 1969 Ford Mustang verður grøddur og spillfrískur aftur.

Les eisini:

1963 Ford Galaxie á Tvøroyri

Tann flottasti bilurin í Føroyum - Buick Riviera 1966 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2022

11 Leygardagur 05. februar 2022

Fóru við Smyrli av misgáum - skuldu við Norrønu

Smyril mátti venda við týskvøldið, tá eitt ferðafólk við trimum børnum, sum skuldi til Íslands, varnaðist mistakið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kann vera trupult útlendingum at skyna mun á Smyrli og Smyril Line. Tað mátti ein íslendsk kvinna saman við hennara trimum børnum ásanna týskvøldið

Av misgáum vóru tey komin umborð á Smyril, men skuldu við Norrønu til Íslands. Kringvarpið skrivar, at tá kvinnan varnaðist mistakið, var Smyril komin nakað út um molan í Havn.

Skiparin á Smyrli avgjørdi at venda innaftur við íslendsku ferðafólkunum, so tey kundu koma umborð á rætt skip.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

12
Leygardagur 05. februar 2022

Verður fíggjarstjóri í stórari norskari alifyritøku

Gunnar Nielsen, fyrrverandi fíggjarstjóri hjá Bakkafrost, skiftir frá Reyni Service til SalMar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

44 ára gamli føroyingurin Gunnar Nielsen er settur í starv sum fíggjarstjóri á stóru norsku alifyritøkuni SalMar ASA. Hesum boðaði norska felagið við høvuðssæti á oynni Frøya úttan fyri Tróndheim frá í tíðindaskrivi í gjár.

Seinastu árini hevur Gunnar Nielsen sitið sum fíggjar- og varastjóri í bilasøluni Reyni Service, men hann hevur eisini royndir í alivinnuni. Árini 2014 til 2019 var hann fíggjarstjóri í Bakkafrost.

Hann er útbúgvin ‘Master of Science in Business Economics and Auditing” á Copenhagen Business School.

Í SalMar skal Gunnar Nielsen avloysa Trine Sæther Romuld, ið fer í nýtt starv sum stjóri í SalMar Aker Ocean, eitt felag, ið arbeiðir við aling úti á opnum havi.

- Vit fegnast um at fáa Gunnar við á liðið sum nýggjur CFO í SalMar. Hansara royndir í alivinnuni saman við hansara hansara altjóða royndir og vitjan um strandamentan eru dygdir, ið hóska væl til okkara framtíðar vakstrarætlanir, sigur stjórin í SalMar, Gustav Witzøe í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

14 Leygardagur 05. februar 2022

Nú er sáttmáli undirskrivaður

Forkvinnan í ljóðsmøðrafelagnum sigur, at tey eru væl nøgd við fýra ára sáttmálan, sum varð undirskrivaður síðsta fríggjakvøld

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag varð sáttmáli undirskrivaður millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelag Føroya.

Talan er um ein fýra ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024.

Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum, sigur við Útvarpið, at tey eru væl nøgd við sáttmálan, sum m.a. gevur meira í løn til tey lægru lønartrinini.

– Eg haldi, vit fingu eina góða loysn, so báðir partar fingu mest av tí, sum teir hava yngst sær, sigur hon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

15 Leygardagur 05. februar 2022

Partabrøvini orsøkin til góða avkastið í 2021

Tá hugt verður eftir teimum ymsu íløgubólkunum, so táttaði íløguavkastið í partabrøvum í 25 prosent fyri 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stimbrandi penga- og fíggjarpolitikkur seinastu árini, umframt at í fleiri londum varð latið upp eftir korona, hevði við sær, at partabrøvini hækkaðu nógv í 2021.

Gongdin í virðisbrævamarknaðinum í 2021 varð merkt av høga avkastinum á partabrøvum. Hóast nøkur lond høvdu búskaparligar avbjóðingar vegna korona, so hevur strimbrandi penga- og fíggjarpolitikkurin havt við sær, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir partabrøvum.

Tað merkti tíðindaflutningin seinni helvt av 2021, at kjakast varð um, um inflasjónin var fyribils ella varandi. Ein fyribils inflasjón kundi hava við sær, at prísvøksturin varð avmarkaður á ávísum økjum. Ein varandi inflasjón kundi hava við sær, at allar vørur hækkaðu og eisini fór at síggjast aftur í krøvum frá løntakarum, tí keypiorkan viknar, sum eisini hevur ávirkan á úrslitini hjá fyritøkunum. Seinastu tíðina hevur verið borið fram, at inflasjónin er varandi, millum annað tí amerikanski tjóðbankin hevur sagt, at marknaðurin skal rokna við hækkandi rentum, ið er eitt mótspæl til hækkandi inflasjónina.

Tá hugt verður eftir teimum ymsu íløgubólkunum, so táttaði íløguavkastið í partabrøvum í 25 prosent fyri 2021. Hinvegin so hevur lága rentustøðið við sær, at avkastið fyri lánsbrøv var áleið -0,25 prosent fyri 2021. LÍV bjóðar eina lívlagaða marknaðarskipan, har íløgusamansetingin tekur atlit til aldurin hjá kundanum. Ein kundi, sum hevur 15 ár til eftirlønaraldur, fekk í 2021 eitt avkast á áleið 9,7 prosent.

Seinasta árið hevur LÍV arbeitt við einum útboði av íløgunum, so finnast kunnu teir bestu røktarar fyri ymsu íløgubólkarnar. Avtalur verða gjørdar í fyrru helvt av 2022. Tá fáa kundar hjá LÍV, ið hava marknaðarrentu, møguleika at velja váðaprofil.

LÍV væntar, at omanfyri nevndu átøk fara at gagna viðskiftafólkum okkara, og at tað fer at økja um framtíðar avkastið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

16 Leygardagur 05. februar 2022

Faroe Ship gevst við farleiðini millum Havnina og Hanstholm

Undirtøkan fyri farleiðina, sum byrjaði í apríl, hevur ikki verið nóg góð

Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

14. apríl í fjør byrjaði Faroe Ship at sigla við farmi millum Havnina og Hanstholm, men nú, minni enn eitt ár seinni, gevst felagið við farleiðini. 

Orsøkin til hetta er, at undirtøkan fyri farleiðina ikki hevur verið nóg góð.

Tað var farmaskipið Vantage, sum røkti siglingina á hesari leiðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

17 Leygardagur 05. februar 2022

SEV framleiddi metnógvan streym í fjør

Tilsamans 424 GWt vóru framleiddir í 2021. Tað er tað mesta nakrantíð og er 4 prosent hægri enn í 2020

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan hjá SEV var góð 4 prosent hægri enn í 2020. 

Tilsamans 424 GWt vóru framleiddir í 2021, og tað er tað mesta nakrantíð.

Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum av elorku.

Av samlaðu elframleiðsluni stóðu verkini hjá SEV fyri 97 prosentum, meðan biogassverkið Førka framleiddi 6,8 GWt og vindmyllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna 5,9 GWt.

Í desember 2021 fór elframleiðslan upp um 40 GWt, og hetta er fyrstu ferð, at framleiðslan einstakan mánað fór upp um 40 GWt.

Samlaða grøna elframleiðslan í 2021 kom upp á góðar 161 GWt, sum er 2,5 prosent fleiri enn í 2020. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

18
Leygardagur 05. februar 2022

Kanningarárið hjá Jákup Sverra er byrjað

Mikudagin byrjaði havrannsóknarskipið Jákup Sverri sítt næsta kanningarár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin byrjaði havrannsóknarskipið Jákup Sverri sítt næsta kanningarár. Á fyrsta rannsóknartúrinum í 2022 verður reyðæti í Bankarennuni kannað, og túrleiðari er Eilif Gaard.

Kanningin verður gjørd í sambandi við ein møguligan fiskiskap eftir reyðæti í framtíðini.

Endamálið er at kanna, hvussu nógv reyðæti er á ymiskum dýpum, hvussu nógv reyðæti fer ígjøgnum rennuna, hvagar reyðætið fer, tá tað rekur út úr Bankarennuni um veturin og hvussu væl reyðæti tolir skiftið frá køldum til heitari sjógv, eftir at tað er rikið út úr Bankarennuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

19 Leygardagur 05. februar 2022

Hava undirskrivað sáttmála um busskoyring í Eysturkommunu

AP Busskoyring skal røkja bussleiðina í kommununi komandi fimm árini, og fyrstu tvey árini verða møguleikarnir fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri

John Olsen, AP Busskoyring, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við AP Busskoyring um at røkja bussleiðina í Eysturkommunu komandi fimm árini, og avtalan inniber, at fyrstu tvey árini av sáttmálatíðarskeiðinum verða møguleikarnir fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri.

– Ynskiligt er at ganga grøna vegin, men áðrenn nøkur stór íløga verður gjørd í el-bussar skal hetta kannast nærri fyri at staðfesta hvørjir møguleikar eru og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Nýggi sáttmálin inniber, at bussleiðin koyrir fleiri túrar um vikuna, umframt at fleiri túrar verða í summarfrítíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

20 Leygardagur 05. februar 2022

Hans Jákup Drangastein Johansen nýggjur stýrislimur í Bústøðum

Hann er komin í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri segði stýrissessin frá sær – í vikuni hevði landsstýrismaðurin við almannamálum fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústøðum

Sólvit E. Nalsø, landsstýrismaður, Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen og Hans Jákup Drangastein Johansen, stýrislimir. Regin D. Hammer situr eisini í stýrinum
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum hevur tilnevnt Hans Jákup Drangastein Johansen í stýrið fyri Bústaðir.

Hans Jákup Drangastein Johansen er komin í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri valdi at siga stýrissessin frá sær.

Hans Jákup Drangastein Johansen, sum býr á Eiði, hevur útbúgving innan búskaparfrøði og leiðslu og hann hevur drúgvar royndir úr fíggjar- og byggivinnuni. Árini 2009-2021 sat hann í Eiðis bygdaráð, øll árini sum varaborgarstjóri. Nú starvast hannsum fíggjarstjóri hjá Nema.

Landsstýrismaðurin við almannamálum hevði mikudagin fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústaðum, og hetta var fyrsti fundur, har Hans Jákup Drangastein Johansen var við.

Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvussu tær 200 mió. krónurnar, sum eru settar av til íbúðarverkætlanir til serliga málbólkar, skulu brúkast. Ætlanin er, at Bústaðir m.a. skal brúka av teimum 200 milliónirnar til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, og landsstýrismaðurin ynskir at meira ferð nú kemur á hesar ætlanir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

21 Leygardagur 05. februar 2022

– Nýtslan er lægri enn í hinum norðurlondunum

Tá tað kemur til nýtslu av opioidum, liggur Føroyar lægri enn tey norðurlondini, vit ofta samanbera okkum við, segði landsstýrismaðurin við heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Ruth Vang

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Seinastu tíðina hava serfrøðingar innan danska heilsuverkiðíð rópt varskó um nýtsluna av sonevndum opioidum í Danmark, m.a. tí, at mann í USA hevur staðfest, at nærum annar hvør amerikanari í 2020 fekk útskrivað opioidir, og mett verður, at eini 500.000 eru deyð av yvirdosis seinastu 20 árini.

Tað segði Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevði sett landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurning um nýtsluna av opioidum í Føroyum.

Ruth Vang vildi hava at vita, um nýtslan av opioidum í føroyska heilsuverkinum var á einum rímiligum støði, og um nøkur orsøk var at stúra fyri nýtsluna av opioidum í Føroyum. Ruth Vang nevndi serliga slagið Oxycodon, sum er nógv brúkt.

– Heilivágurin virkar pínustillandi, men virkar haraftrat rúsandi á ein hátt, sum kann sammetast við alkohol. Tí er vandin fyri bundinskapi og misnýtslu serliga stórur sammett við annan pínustillandi heilivág, segði hon.

Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, er vøksturin av Oxycodon-nýtslu í Føroyum tó ikki nakað at stúra fyri. Vit liggja generelt lægri enn tey norðurlondini, vit ofta samanbera okkum við, tá tað kemur til nýtslu av hesum.

– Tað er tað, sum vit hava fingið at vita frá Landslæknanum, og tað haldi er er jaligt, segði landsstýrismaðurin, sum legði afturat, at vakið eyga tó verður hildið við hesum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

22 Leygardagur 05. februar 2022

– Tørvurin á einum nýggjum barnaheimi er ikki tann sami

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum hevru svarað fyrispurning hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tørvurin á at byggja eitt nýtt – stórt – barnaheim er ikki tann sami nú, sum hann hevur verið. Tað sigur Sólvit Nolø, landsstýrismaður við almannamálum í svari til fyrispurning hjá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni úr Javnaðarflokkinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt, at ætlanin um at byggja eitt barnaheim er slept fyri í staðin at byggja abrnabústovnar, og tingmaðurin vildi hava at vita, um nýggi landsstýrismaðurin ætlaði at halda fast í ætlanunum um ikki at byggja nýtt barnaheim.

Sólvit Nolsø sigur, at tey børnini, sum tá høvdu tørv á at verða flutt, nú eru flutt ella eru um at vera flutt í onnur hóskandi høli.

– Hetta kom í rættlag, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í mai 2020. Ætlanin hevur tí verið at hyggja nærri eftir, um tørvur er á smærri barnabústaðareindum. Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi, har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur høgt.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hann enn ikki hevur havt høvi at meta um, um tað er nøkur orsøk til ikki at halda fast í ætlanunum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

23 Leygardagur 05. februar 2022

Javnaðarflokkurin varpar ljós á bústaðartrot

3. mars verður sjóneykan sett á bústaðartrot á almennum tiltaki í Finsen, har føroyskir og útlendskir serfrøðingar verða at hoyra

Tiltakið verður í Auluni í Finsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á stórum tiltaki, sum Javnaðarflokkurin skipar fyri 3. mars, verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu tað kann loysast.

– Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Á tiltakinum, sum verður í Auluni í Finsen, verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra. Luttakarar á tiltakinum eru m.a.: Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri, Kári Holm Johannesen, Hagstovan, Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger, Birthe Larsen, búskaparfrøðingur á Copenhagen Business School, Andras Róin, stjóri, Bústaðir, og Lisa Pelling, Arena Idé


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

24 Leygardagur 05. februar 2022

Ungdómsting verður í komandi viku

Mánadagin og týsdagin verða tað 32 næmingar úr framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, sum manna løgtingið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í komandi viku verðu ungdómsting aftur á skrá. Ársins ungdómsting, sum verður 7. og 8. februar verður áttanda ungdómstingið, sum verður hildið í Føroyum.

Hesir dagar seta næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum dagsskránna. Løgtingsformaðurin beyð í juni í fjør næmingunum í framhaldsdeildina at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, og tá freistin var úti, høvdu 19 skúlaflokkar sent uppskot inn. Av teimum koma 13 uppskot til viðgerðar, sum m.a. snúgva seg um farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka, og skúlaviðurskifti.

Tilsamans 32 næmingar úr Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum á Giljanesi, Tvøroyrar skúla, og Vágs skúla luttaka á ungdómstinginum.

Mánadagin 7. februar verða framløgur og nevndarviðgerðir á skránni. Týsdag fyrrapart verða álit løgd fram, og upsskotini verða viðgjørd og atkvøtt um. Seinnapartin verða so áfráboðaðir fyrispurningar á skránni til løgmann og landsstýrismenn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

25 Leygardagur 05. februar 2022

Nýggjur pro-rektari á Setrinum

Fyrrverandi rektarin á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, føroyingurin Martin Zachariasen, hevur játtað parttíð at stuðla Setrinum við at skipa nýggja masterútbúgving, umframt at vera pro-rektari fyri útbúgving og góðskumenning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Martin Tvede Zachariasen, sum hevur verið rektari á ITU í Keypmannahavn seinastu árini, er settur í parttíðar fyribilsstarv sum pro-rektari fyri undirvísing og góðsku á Fróðskaparsetri Føroya. Eisini er avtalað, at Martin skal stuðla Setrinum at skipa nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum, sum Mentamálaráðið hevur útvegað játtan til.

Umframt at hava staðið á odda fyri ITU, er Martin Tvede Zachariasen ph.d., dr.scient og er adjungeraður professari í teldufrøði á Setrinum, so fakligu førleikarnir til at fyrireika nýggju útbúgvingarligu KT-kósina í Føroyum mugu sigast at vera í lagi.

Fróðskaparsetrið hevur gjørt fyribilsavtalu við Martin Tvede Zachariasen frá 14. februar, og hann fer at brúka fjórðingstíð til arbeiðið.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið høvi til at gagnnýta mongu førleikarnar hjá Martini til framhaldandi menning av Fróðskaparsetrinum, at styrkja okkara góðskumenningarskipan, umframt at leggja lunnar undir masterútbúgvingina í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, sigur Chik Collins, rektari.

- Eg ivist ikki í, at Martinsa íkast fer at gagna okkum væl. Og so er tað eisini stuttligt at bjóða honum vælafturkomnan, tí hann tók jú sína bachelorútbúgving her á sinni, og so er pápi hansara, Petur, eisini ein av fyrrverandi rektarunum á Setrinum, sigur Chik Collins.

Martin Tvede Zachariasen, sum altso byrjar 14. februar, sigur, at tað var lætt hjá sær at siga ja, tá hetta tilboðið kom.

- Í sambandi við, at eg gavst sum rektari á IT-Universitetinum á nýggjárinum, vildi eg sera fegin brúka eitt sindur av orku upp á at hjálpa til við leiðsluuppgávunum á Setrinum. Eg havi verið knýttur at Setrinum bæði sum adjungeraður professari og sum varalimur í stýrinum í mong ár. Eisini haldi eg, at Setrið er í eini spennandi menning í løtuni, og eg vil fegin brúka mínar royndir og netverk frá donskum universitetum til at hjálpa til við arbeiðssetninginum, sum nú stendur fyri framman á dátuvísindaliga økinum.

Merkir hetta fyribilsstigið hjá tær, at tú kanska umhugsar at flyta aftur til Føroya av álvara?

- Nei, tað veit eg ikki enn. Fyribilsavtalan er, at eg verið her parttíð eitt skifti, sigur Martin Tvede Zachariasen.

FAKTA:
Nú Fróðskaparsetur Føroya skal taka bachelorlesandi í KT-verkfrøði inn á hvørjum ári, umframt at hava upptøku hvørt ár av masterlesandi í dátuvísindum frá 2023, verður avgerandi at fáa starvsfólk við røttu førleikunum til stóru uppgávuna. Í løtuni verður tí søkt innan- og uttanlands eftir seks starvsfólkum við røttu førleikunum. Hvørt starvið verður sett sum antin professari, lektari ella adjunktur, treytað av førleikum og útbúgving umsøkjarans. Starv sum námslektari (fulltíðar undirvísingarstarv) kann eisini vera avtalað fyri eitt tíðarskeið, sum umsøkjari og Fróðskaparsetrið semjast um. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

26 Leygardagur 05. februar 2022

Fýra fingið MSc-prógv í heilsuvísindum

Síðst í januar vardu Sóleyð Sjúrðaberg, Sólgerð Hvidbro, Eyðvør Tausen Olsen, og Hansina Debes sínar masterritgerðir í heilsuvísinum

Fríggjadagin 28. januar vardu Sóleyð Sjúrðaberg, Sólgerð Hvidbro og Eyðvør Tausen Olsen sínar masterritgerðir í heilsuvísindum. Vikuna frammanundan stóð Hansina Debes sítt MA-prógv, somuleiðis í heilsuvísindum (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í januar fekk Fróðskaparsetrið fýra nýggj heilsuvísindastarvsfólk frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Tað skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.

Hansina Debes vardi 21. januar sína masterritgerð í heilsuvísindum. Ritgerðin eitur "Unge og Alkohol – Undersøgelse af alkoholforbrug og alkoholvaner blandt 9. klasse elever i den færøske folkeskole: ESPAD 2019". Hetta var ársins fyrsta heilsuvísindaliga verja.

Hansina Debes hevur í starvi sínum á Landssjúkrahúsinum tikið ímóti ungum niður í 13-14 ára aldur, sum hava verið dýrandi full. Tað var í tí sambandi, at áhugin fyri evninum í ritgerðini spratt.

Fjórða hvørt ár luttaka allir 9. floks næmingar í European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), sum Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu skipar fyri, seinast í 2019. Við støði í hesum dátum kannaði Hansina, hvussu nógvir næmingar upplýsa, at tey hava drukkið rúsdrekka seinasta mánaðin, og hvussu mong hava "binge"-drukkið, sum merkir at drekka meira enn fimm alkoholeindir í senn ella í einum.

Úrslitið vísti, at 80 prosent af næmingunum høvdu smakkað rúsdrekka minst einaferð í lívinum, og 38 prosent høvdu roynt tað minst einaferð seinastu 30 dagarnar. Tilsamans høvdu 34 prosent drukkið minst fimm eindir í senn í minsta lagi einaferð seinasta mánaðin.

Um tey ungu vóru nógv úti um kvøldarnar og høvdu ta fatan, at ein veitsla bleiv betri, og teimum dámdu rúskensluna, so var størri møguleiki fyri, at tey drukku. Var sambandið hinvegin gott við mammuna, og mamman eisini vísti strangan hugburð til rúsdrekka og ikki góðtók, at tey ungu drekka, so virkaði tað fyribyrgjandi. Rúsdrekkavanarnir høvdu eisini aðrar grundir, men hesar vigaðu tyngst, vísti kenningin.

28. januar vóru so tríggjar aðrar MSc-verjur, tá ritgerðirnar hjá Sóleyð Sjúrðaberg, Sólgerð Hvidbro og Eyðvør Tausen Olsen skuldu vigast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

27 Leygardagur 05. februar 2022

Níggju fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í apríl

Eftir at heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, hevur verið avlýst í tvey fylgjandi ár orsakað av koronu, verður messan nú aftur hildin í døgunum 26.-28. apríl

Avtala varð í farnu viku undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir, um bygging av føroyska landabásinum í Barcelona (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flytur í ár úr Brussel til Barcelona, og níggju føroyskir fiskaútflytarar verða aftur hesuferð til staðar á føroyska landabásinum.

Í sambandi við flytingina úr Brussel til Barcelona hevur borið til at økt um fermetratalið, og føroyski landabásurin verður tískil í ár tann størsti, sum nakrantíð hevur verið á messuni. Harumframt verður talan um heilt nýtt snið, skrivar Vinnuhúsið.

Føroyar hava luttikið á Seafood Expo Global messuni, síðan hon byrjaði fyri nógvum árum síðani í Brussel. Í byrjanini var talan um eina heilt lítla messu, men hon er síðani økt so nógv í vavi, at pláss er ikki fyri messuni í messuøkinum í Brussel longur.

Messan hevur verið avlýst seinastu tvey árini orsakað av koronustøðuni, men fyrireikarar hava boðað frá, at ársins messa verður hildin sum ætlað, og at messan ongantíð hevur verið størri enn hon verður í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

28 Leygardagur 05. februar 2022

Finn Nielsen gevst sum stjóri í FK

Eftir 40 ár í starvinum gevur Finn Nielsen boðað frá, at hann ynskir at vera loystur úr starvi

Finn Nilsen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir góð 40 ár sum stjóri í Føroya Keypssamtøku hevur Finn Nielsen boðað frá, at hann ynskir at vera loystur úr starvinum.

Hesum boðar formaðurin í Føroya Keypsamtøku, Jákup Danielsen, frá.

Stjórnin er í einari tilgongd at leita eftir nýggjum stjóra, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

29 Leygardagur 05. februar 2022

Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Farna leygardag vóru 100 ár liðin, síðn fyrsta arbeiðskvinufelag í Føroyum varð sett á stovn á Tvøroyri

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

29. januar 2022 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsta arbeiðskvinnufelag í Føroyum, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn á Tvøroyri.

Um aldarskifti 1900 var vinnulívið á Tvøroyri í stórum vøkstri, og hetta hevði eisini við sær, at arbeiðsfólk tóku stig til at stovna fakfeløg. Fyrsta føroyska verkamannafelagið Enigheden (sum seinni broytti navn til Fylking) varð sett á stovn á Tvøroyri í 1915, við tí endamáli, at betra um korini hjá verkamanninum á landi, ið ofta livdi undir sera trongum korum.

Í 1922 er tað so, at kvinnur á Tvøroyri eisini sláa seg saman, fyri at stríðast fyri betri arbeiðskorum, og stovna Fiskepigernes Fagforening.

Fiskepigernes Fagforening er nógv tað elsta arbeiðskvinnufelag í landinum, við tað, at hini arbeiðskvinnufeløgini ikki komu fyrr enn farið var inn í tríatiárini. Hetta má tí eisini sigast at vera ein týdningarmikil varði í føroysku kvinnurættindasøguni, ið spretti her í Trongisvágsfirði, skrivar Tvøroyarar kommuna, sum ynskir fakfelagnum til lukku við 100 ára stovningardegnum.

Ætlanin hjá Fiskepigernes Fagforening var at markera dagin við einum almennum hátíðarhaldi, men hetta er útsett til 12. mars, orsakað av koronustøðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

30
Leygardagur 05. februar 2022

Jan Højgaard heldur fram sum formaður

Við 216 atkvøðum vann Jan Højgaard formansvalið í Fiskimannafelagnum. Hann hevur verið formaður síðani 2007

Jan Højgaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, at Jan Højgaard heldur fram sum formaður fyri Føroya Fiskimannafelag.

Seinasta freist at lata atkvøðuseðilin inn í formansvalinum var sunnudagin, og nú talt upp er, fær verandi formaður ein stóran meiriluta av atkvøðunum.

Jan Højgaard fekk 216 atkvøður meðan Mortan Berjastein, sum eisini stillaði upp til formann, fekk 105 atkvøður.

Formaðurin síðani 2007 fer sostatt undir eitt nýtt valskeið í morgin. Valskeiðini eru trý ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

31 Leygardagur 05. februar 2022

Trý bjóða seg fram til nevndina hjá Pedagogfelagnum

Aðalfundur verður í dag, og tey, sum bjóða seg fram, eru Gunnvá Akraberg Hansen, Harald Joensen og Valborg Hammer

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag, 5. mars, verður aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag, har tveir nevndarsessir standa fyri vali.

Tá freistin at boða frá uppstilling og at koma við uppskotum til aðalfundin, var greitt at tríggir limir bjóða seg fram til nevndina, skrivar Pedadogfelagið á heimasíðuni.

Tey, ið stilla upp, eru Gunnvá Akraberg Hansen, Harald Joensen og Valborg Hammer. Teir limir sum fáa flestar atkvøður verða valdir, og nummar trý verður tiltakslimur.

Hjá hjálparfólkaráðnum vóru eisini tveir ráðssessir fyri vali, og hava tveir limir bjóðað seg fram – Hansine Brandt og Oda Dalfoss. Hesar verða tí valdar uttan atkvøðugreiðslu. Valskeiðið er trý ár.

Námsfrøðingaráðið stóð alt sum tað var fyri vali, og skuldu sostatt fimm ráðslimir veljast. Fýra hava bjóðað seg fram. Tey eru Anja Haldansen, Gunn Maritudóttir, Krista Hvannastein, og Tina Tórarenni.

Trý tey fyrst valdu verða vald í trý ár, tann fjórða verður vald fyri tvey ár.

Leiðararáðið er fult mannað, og er einki val á hesum sinni, skrivar Pedagogfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

32 Leygardagur 05. februar 2022

Átta føroyskir byggifrøðingar fingið prógv á Glasi

Í farnu viku skrivaði Glasir søgu, tá átta byggifrøðingarnir fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum

Ásmundur Hansen, Bogi Kajsten Thomassen, Magnus Müller, Petur Asbjørn Lervig, Andreas Hallsson Troest, Jóannes Hansen, Bárður Funn Egilsnes, Pætur Jóhannusarson (Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í síðstu viku skrivaði Glasir søgu, tá átta byggifrøðingarnir fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum.

Talan er um eina professiónsbachelorútbúgving, sum tekur hálvt fjórða ár, sum er ein av seks fulltíðarútbúgvingum á Glasi.

Seinast í 80unum, byrjaði Tekniski skúli í Havn við fyrsta byggiteknikaraflokkinum. Hendan útbúgvingin svaraði til fyrsta part av byggifrøðiútbúgvingini. Restin av útbúgvingini mátti takast í Danmark. Síðani tá, hevur dreymurin verið, at útbúgva byggifrøðingar í Føroyum, serliga tí at Føroyar hava sín egna byggisið og byggisøgu, har lendi, tilfar og stílur ofta er øðrvísi enn í Danmark.

Í 2018 kom samstarvsavtala í lag við VIA University í Horsens, so Glasir, undir hattinum á Mentamálaráðnum, kundi bjóða út føroyska byggifrøðiútbúgving. Frammanundan tóku lesandi í fyrstu 1,5 árini í Føroyum, meðan eitt ár skuldi takast í Horsens. Seinasta árið, sum var praktikk og bachelorverkætlan, kundi takast í Føroyum, men talan var um eina danska byggifrøðiútbúgving, tikin í Horsens.

Men tá Glasir tók upp lesandi á sumri 2018, fingu hesir at vita, at nú bleiv útbúgvingin føroysk. Hetta helt, og hesir eru nú vorðnir føroyskir byggifrøðingar, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Teir nýklaktu byggifrøðingarnir eru átta í tali, men vøkstur er komin í útbúgvingina, tí fyri einum ári síðani, tók Glasir upp nýggjan flokk, har omanfyri 40 søktu. 30 byrjaðu, og flestu teirra eru í gongd, nú annað semestur júst er ligið, skrivar Glasir.

Tá prógvhandan var í vikuni, helt rektarin, Steinbjørn Hardlei røðu fyri nýklaktu byggifrøðingunum. Harafturat var forvitnislig røða, har Egon Øregaard, fyrrverandi skúlastjórin á tekniska skúla, og Arne Clementsen, fyrrverandi undirvísari, hugleiddu um tíðina sum er farin innan økið. At enda sluppu umboð fyri próvtakarar og undirvísarar framat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

33 Leygardagur 05. februar 2022

Fjúrtan børn hjá tilflytarum læra nú føroyskt á Kvøldskúlanum

Talan er um næmingar, ið ganga í 6., 7., og í 8. flokki í fólkaskúlanum, sum eins og har fáa undirvísing í føroyskum máli, men eisini í føroyskari mentan og um føroysk viðurskifti. Hetta ein nýggjur møguleika, ið skal verða við at fremja eina góða integratión. Talan er um royndartíð á fimm mánaðir

Tórshavnar Kvøldskúli skipar í samstarvi við landið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi fyri felags undirvísing. Her síggjast tilflytarar, sum fyri einum ári síðani fingu prógv í føroyskum sum annaðmál (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin 2. februar var ein serligur dagur á Tórshavnar Kvøldskúla. Tá byrjaði ein  sokallaður móttøkuflokkur á Tórshavnar Kvøldskúla.

Talan er 14 børn, sum ganga í 6., 7., og í 8. flokki í fólkaskúlanum. Tey eru børn hjá tilflytarum, ið eru flutt til Føroya og hava føroyskt sum annaðmál. Slíkt er ikki vanlig í Føroyum - at læra føroyskt sum annaðmál er øðrvísi enn móðurmálsundirvísing.

Børnini eru 14 í tali. Í hesum móttøkuflokkinum læra tey, eins og í fólkaskúlanum, føroyskt, men sum annaðmál. Tey læra eisini um føroyska mentan og føroyska samfelagið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur skapað eitt samstarv við landið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi um felags undirvísing fyri hesar næmingar. Flutningur er skipaður, so næmingarnir sleppa skjótt og lætt frá fólkaskúlanum til Kvøldskúlan og aftur hvønn morgun. Hóast tað eitur Kvøldskúli, so er hendan undirvísingin mánadag til fríggjadag frá klokkan 8 til 9.40.

- Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Nú verður tilboðið víðkað til eisini at fevna um børnini.

Næmingarnir eru úr Hoyvíkar skúla, Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum og Skúlanum á Argjahamri.

Undirvísarar eru Jóna Kristin Thomsen, Vár Haraldsen og Ragnhild Olsen. Tær hava útbúgving og royndir og hava leingi undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum.

Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett í juni, boðar Tórshavnar kommuna frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

34 Leygardagur 05. februar 2022

Fyrsta jarðhitaskipanin hjá Sunda kommunu

Núverandi oljufýring í kommuskrivstovuni á Oyararbakka verður í hesum døgum skift út við eina grøna loysn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunda kommuna ynskir at ganga undan á grønu leiðini, og í sambandi við umbyggingina av kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, hevur kommunan valt at skifta til jarðhitaskipan.

Avtala varð gjørd við Demich um at standa fyri verkætlanini har Jarðhiti tekur sær av brunnboringini. Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði Jarðhiti at bora eitt 400 metra djúpt hol. Tá hetta arbeiði er gjørt, fer Demich at skifta verandi oljufýring út við jarðhitapumpu.

Hetta verður fyrsta jarðhitaskipan hjá kommununi, men frameftir er ynski at allar útstykkingar og nýbyggingar, ið kommunan stendur fyri, skulu hava grønar orkuloysnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

35 Leygardagur 05. februar 2022

Hægri skattainntøkur í Klaksvík

Persónskattainntøkurnar í januar hjá Klaksvíkar kommunu eru 10,7 prosent hægri enn sama mánað í fjør

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skattainntøkurnar hjá kommununi fyri januar vísa eina øking í persónsskattainntøkunum á heili 10,7 prosent. Inntøkan í januar var 17,8 milliónir krónur, sum er 1,7 milliónir krónur meira enn í fjør.

Í fíggjarætlanin fyri 2022 er samlaði persónsskatturin annars mettur til 240 milliónir, sum er ein øking á 6,7 prosent fyri árið. Tí er tað gleðiligt at skattainntøkan í ársins fyrsta mánaði, er væl omanfyri metta inntøkuvøksturin, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Miðal inntøkuvøksturin hjá øllum kommununum var annars 7,5 prosent, og liggur inntøku vøksturin hjá Klaksvíkar kommunu tí eisini væl yvir miðal fyri landið. Av teimum 29 kommununum í Føroyum, høvdu 26 eina øking í inntøkunum, meðan tríggjar kommunur høvdu eina lítla lækking í inntøkunum í januar 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

36 Leygardagur 05. februar 2022

- Tænastudepilin skal stuðla heilsuni og lívsgóðskuni

Heimabúgvandi fólkapensjónistar kunnu venja ókeypis fyrstu tíðina - ætlanin er at tænastudepilin á Viðareiði skal stuðla fólkapensjónistum í at vera heima, sum longst, um tey kunna ráða sær sjálvum

Borgarstjórarnir í ávíkavist Viðareiðis, Klaksvíkar og Hvannasunds kommunu - Marita Sumberg, Karl Johansen og Katrin Næs, umframt stjórin í Norðoya Bú- og Heimatænastu, Marna E. Jensen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nógv møttu til kunningarátakið á Viðareiði hósdagin, sum var í samband við, at Norðoya Bú- og Heimatænasta fer undir at byggja tænastudepil til heimatænastu, venjing og dagtilhald, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Niðurteljingin  til hendan týdningarmikla miðdepilin er byrjað, og Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, segði í røðu sínari, at komið er á mál við nógvum ætlanum hjá stýrinum, at nógv er í eini tilgongd, og at næsta stóra málið, sum nú nærkast, er tænastudepilin, sum væntast endaliga klárur í 2024.

- Endamálið við tænastudeplinum er at veita tænastur, ið stuðla heilsuni og lívsgóðskuni. Somuleiðis skulu tænasturnar í deplinum stuðla fólkapensjónistum at vera heima, sum longst og kunna ráða sær sjálvum, tí tað hevur kanningararbeiðið hjá bú- og heimatænastuni víst, at tey eldru ynskja, vísti Marna E. Jensen á.

[object Object]
Marna Ellingsgaard Jensen - aftanfyri roynir brogarstjórin í Klaksvík eina av renni/gongumaskinunum. (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunnaði um tænastudepilin, og vísti á  tekningar, sum eisini vístu hvar Viðareiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja barnagarð og tvær íbúðir.

Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, kunnaði um venjingartilboðið, sum longu nú er tøkt og venjingarmøguleikarnar, sum vera í nýggja deplinum. Hedevig vísti m.a. á gransking, sum vísir, at venjing kann útseta innlegging á røktarheim í fimm ár. Hetta m.a. tí, at venjing betrar um og varðveitir virkisførleikan.

Venjing á Viðareiði verður mikudag og fríggjadag kl. 13 til 14. Heimabúgvandi fólkapensjónistar kunnu venja ókeypis, men venjingarskeiðið er tíðaravmarkað og endar aftan á tríggjar mánaðir, skrivar Klaksvíkar kommuna. Hóskvøldið fingu tey, ið vóru samankomin, høvi at nýta ymsu venjingartólini.

[object Object]Margretha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiddi um tað at flyta úr egnum heimi

[object Object]
Olvheðin Jacobsen endaði løtuna við trimum sangum 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

37 Leygardagur 05. februar 2022

IRF keypt verkstað í Klaksvík

Keypir verkstaðsbygning, sum felagsskapurin hevur leigað í umleið 10 ár

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í umleið tíggju ár hevur IRF leigað hølið í Klaksvík, har kommunali renovatiónsfelagsskapurin hevur havt sín bilverkstað.

Nú hevur IRF keypt bygningin og økið rundan um frá Elmari Zachariasen, skrivar IRF á heimasíðu síni. Yvirtøkan fekk 1. februar 2022.

Á verkstaðnum umvælir og viðlíkaheldur IRF sínar nógvu bilar, bingjur og tangar. Uttanumøkið er stórt og verður m.a. brúkt sum savningarstað fyri bilvrak, áðrenn tey verða flutt til Kommunalu Brennistøðina í Havn til umhvørvisviðgerð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

38 Leygardagur 05. februar 2022

Tina sang seg eisini til ein sess

18 ára gamla Tina Mellemgaard fekk gjárkvøldið ein stól frá sínum dómara, Kwamie Liv. Sostatt eru báðir føroyingarnir enn við har, sum tað er stuttligt at vera

(Skíggjamynd: TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verða tveir føroyingar sum sleppa at royna seg í bootcamp í X Factor, sum er seinasti snávingarsteinurin áðrenn beinleiðis sendingarnar.

Hetta gjørdist greitt tá seinasta 6 Chair Challenge-sendingin av X Factor varð víst í kvøld. Luttakararnir hjá Martin Jensen áttu tørn fyri tveimum vikum síðani, og tá gjørdist greitt at toftamaðurin Kári Fossdalsá var millum seks tey síðstu hjá dómaranum.

[object Object]Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Skíggjamynd: TV2 Play)

Í gjárkvøldið var tað Kwamie Liv sum skuldi velja sínar seks luttakarar. Tveir í hvørjum flokki, sum eru tey undir 23 ár, tey yvir 23 ár, umframt bólkar.

18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík sum til upptøkuroyndina rúnarbant dómararnar, hevði í partinum í kvøld møguleika at gera Kára Fossdalsá kynstrið eftir og vinna sær ein stól.

Hon sang lagið “When We Where Young” hjá Adele. Eitt lag sum veruliga fekk røddina hjá hoyvíkinginum fram. Nakað sum Kwamie Liv aðrenn framførsluna, hevði eitt ynski um.

- Tú ert virkuliga dugnalig. Og eg hevði havt trupult við at síggja meg sjálvan í speglinum, um tú ikki fekk ein stól. So tað merkir, at vit skulu skifta, segði Kwamie Liv.

Harvið varð ein annar luttakari vrakaður fyri at Tina slapp víðari, men soleiðis er stólaspælið nú einaferð.

[object Object]Við sær til 6 Chair Challenge hevði Tina mammuna Onnu Sofíu Mellemgaard og tvey yngri systkin, sum sjálvandi vóru fegin um tað tey hoyrdu og sóu (Skíggjamynd: TV2 Play)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

39 Leygardagur 05. februar 2022

Carter og González koma á G!

G! Festivalurin kunngjørt fyrstu nøvnini. Umframt Carlene Carter ger festivalurin í ár aftur eina roynd at fáa Tessu til Gøtu

Carlene Carter var høvuðsnavn á countryfestivalinum í Sørvági í 2018 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

G! Festivalurin er klárur at kunngera tey fyrstu nøvnini til skránna í Carlene Carter úr USA kemur á G! í summar.

Carlene er kend og elskað av føroyskum country fjepparum, og tá hon í 2018 vitjaði Country Festivalin lovaði hon, at hon fór at koma aftur, og vit eru glað og errin at kunna bjóða grammy nomineraðu songkvinnuni pallin á sandinum.

José González er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð. Vit bíðaðu spent eftir honum í fjør, og vit gleðast um, at tað bar til at gera nýggja avtalu við hann í ár. José Gonzales fer at spæla eina solo konsert á sandinum við aldunum í bakgrundini.

[object Object]

Við sær í skjáttuni hevur José González eina nýggja heildarútgávu “Local Valley”. “Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið, og droymandi løgini eru akkurát soleiðis vit kenna José González best.

[object Object]

Tessa skuldi spæla á G! í 2020 og 2021, og nú royna vit so enn einaferð! Vit vóna, at tað fer at rigga hesuferð, tí vit hava øll glett okkum í næstan 3 ár at uppliva Tessu á sandinum, og unga stjørnuskotið er bara blivið størri og betri síðan fyrsta útgávan “Snakker for meget” kom út í 2019. Svenska La Fleur og turkiska Gaye Su Akyol, sum skuldu spæla í fjør, eru eisini sett á skránna í ár. Afturat teimum hava vit føroysku Eivør, Joe & The Shitboys, HORRSE, Leu Kampmann og donsku Katla, sum spæla náðileysan svartan dómadagsmálm.

Vit eru bjartskygd um G! Festivalin í 2022, og gleðast um, at vit aftur sleppa hátíðarhalda felagsskapin, einstaklingin og ymiskleikan millum menniskju, har tónleikur í heimsklassa er snúningsdepilin. Og ikki minst gleða vit okkum til klemmini.

Um vit í 2019 høvdu vita av, at vit ikki fóru at síggjast aftur fyrr enn um 3 ár, so høvdu vit kanska dansað og notið løturnar eitt sindur meira, men lívið verður livað frameftir og 2022 verður festivalurin, har vit njóta 3 ár í einum. Tað verður svakt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

40 Leygardagur 05. februar 2022

Flamsk heiðursløn til Raske Drenge

Ragnar Finsson og Oscar Beerten vunnu Flanders Folk Award sum besta live-uppliving

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysk-belgiska fólkatónleikaduoin Raske Drenge varð í mikukvøldið kosin at vera besta live-uppliving, tá Flanders Folk Network býtti út virðislønir innan flamskan fólkatónleik.

Føroyski sangarin og guittarspælarin Ragnar Finsson, eisini kendur undir pallnavninum Horrse, og belgiski fiólleikarin Oscar Beerten, hittust á einum fólkatónleikarasskúla í Svøríki, og í 2020 góvu teir út eina fløgu við væl spældu fólkatónleiki.

Her heima eru tað serliga nýtulkingarnar av Sigmundskvæðnum Yngra og Grindavísuni, sum hava verið at hoyrt í útvarpi.

Saman við bólkunum Spilar og Naragonia vórðu teir báðir tilnevndir at vinna Flanders Folk Awards 2022 sum ‘best live act’, og í gjárkvøldið varð tað so avdúkað á tiltaki á netinum, at teir báðir ungu fólkatónleikarnir vunnu heiðurin.

Hóast tað ikki hevur verið so nógv at hoyrt til teir báðar í seinastuni – Ragnar býr í Føroyum, og Oscar er farin at lesa víðari í Helsingfors – so søgdu teir báðir, at tað heilt sikkurt verður nýtt at hoyra frá Raske Drenge í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

41 Leygardagur 05. februar 2022

Listasavn Føroya letur upp aftur 8. februar

Savnið hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu framsýningini

(Mynd: Listasavn Føroya / Søs Uldall-Ekman)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin letur Listasavnið upp aftur við nýggjum serframsýningum.

Savnið hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu framsýningini.

Eisini lata tvær nýggjar serframsýningar upp í vikuni.

Listasavnið fekk eina stórsligna gávu við átta málningum eftir Sámal Joensen-Mikines frá einum privatum eigara í Danmark stutt fyri jól.

Teir átta málningarnir kunnu nú upplivast saman í einum rúmi fyri seg. Málningarnir kunnu síggjast frá 8. februar. 

Fríggjadagin 11. februar kl. 16-18 letur nýggja serframsýningin Landslagið í broyting upp. Fernisering við røðum og tónleiki verður á skránni og savnið bjóðar ábit.

Framsýningin varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

42 Leygardagur 05. februar 2022

Matstovudagar aftur í ár

Latið verður upp fyri bíleggingum klokkan 10

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aftur í ár verður skipað fyri Matstovudøgum, har matstovur í Havn í eina viku matgera fyri ein rættiliga bíligari prís, enn tey vanliga taka fyri.

Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar Matstovudagarnar, har átta matstovur eru við. Matstovurnar bjóða eina forkunnuga og forvitnisliga matskrá fyri niðursettan prís, í onkrum føri er talan um eina sparing á 50 prosent. Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar matupplivingar, sum tit annars ikki høvdu givið tykkum far um.

Allar luttakandi matstovur bjóða tríggjar rættir fyri 350 krónur fyri hvønn. Til ber eisini at bíleggja fimm rættir fyri 500 krónur á útvaldum matstovum.

Vanliga er gravgangur eftir hesum tilboðunum, forsølan byrjaði týsdagin á heimasíðuni matstovudagar.fo.

Matstovurnar, sum eru við á Matstovudøgunum í ár eru Katrina Christiansen, Ruts Restaurant (Hotel Føroyar), Skeiva Pakkhús, Etika, Hallartún (Hotel Hilton), Víngarðurin, Áarstova og Húsagarður (Hotel Brandan). 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

43 Leygardagur 05. februar 2022

Føroya Symfoniorkestur spælir Beethoven við gestadirigenti

18. februar verður ársins fyrsta konsert hjá Føroya Symfoniorkestri í Løkshøll, har verk hjá Beethoven verða framførd – dagin eftir verður symfoniorkestrið eisini at hoyra í Hátúni í Havn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður Ludvig Van Beethoven, ið er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, sum verða framførd 18. og 19. februar eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin, verður sagt í tíðindaskrivi.

Í 2020 vóru tað 250 ár síðan, Ludwig van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi, og um tvær vikur verður orkestrið aftur at hoyra – fyrst í Løkshøll, og síðani í Hátún í Havn dagin eftir.

Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaver konsert nr. 4.

Hann hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.

Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995. Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.

Dirigentur verður bretska Catherine Larsen-Maguire.

Fyrra konsertin verður í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 18. februar, og hin konsertin verður í Hátúni, konserthøllini í Tórshavnar Musikkskúla, leygardagin 19. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

44 Leygardagur 05. februar 2022

Dania O. Tausen og Knút H. Eysturstein í Stranda Bio

Mikukvøldið 9. februar verður serlig føroysk dupultkonsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum við toftadamuni Daniu O. Tausen og leirvíkinginum Knúti H. Eysturstein

Dania O. Tausen fer saman við Knút Háberg Eysturstein at framføra í Stranda bio 9. februar (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 9. februar kl. 20 verður serlig føroysk dupultkonsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum við toftadamuni Daniu O. Tausen og leirvíkinginum Knúti H. Eysturstein.

Konsertin er partur av "Spæl føroyskt"-vikuni, sum verður dagarnar 7.-13. februar.

Dania gav út føroysku plátuna, Gonguteigatúnatos, á sumri 2021, við egnum spælandi modernaðum føroyskum tekstum.

Knút hevur útgivið tríggjar plátur, og ein pláta er ávegis. Á komandi plátuni, sum kemur út seinni í ár, eru bæði egnir tekstir, men eisini hevur Knút lagt løg til fleiri av yrkingunum hjá Regini Dahl.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

45 Leygardagur 05. februar 2022

Kira Skov, Eivør og Teitur spæla konsert

Kira Skov kemur til Føroyar í apríl at spæla konsert í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Her fer hon at framføra løg frá seinastu útgávuni “Spirit Tree”, og á pallinum kemur hon millum gott fólk. Umframt Mette Lindberg, verða bæði Eivør og Teitur við sum gestasolistar

(Mynd: Norðurlandahúsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

"Jeg har altid følt mig draget af Færøernes vulkanske stepper. Klipper, mos og drømmetåger. Den smukke, kraftfulde og omskiftelige natur jeg indtil videre kun har set på fotografier.”  

Soleiðis sigur danska sangarinnan, sangskrivari og tónaskald Kira Skov, tá ið prátað verður um Føroyar. Men skjótt trína føroysku klettarnir út úr dreymatokuni og inn í veruleikan. Kira kemur nevnliga til Føroyar í apríl at spæla konsert í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Her fer hon at framføra løg frá seinastu útgávuni “Spirit Tree”, og á pallinum kemur hon millum gott fólk. Umframt Mette Lindberg, verða bæði Eivør og Teitur við sum gestasolistar.  

Útgávan “Spirit Tree” varð gjørd í eini lock-down tíð. Tá korona rakti heimin og fólk sótu avbyrgd hvør frá øðrum, fór Kira Skov undir at brúka sín tónleik til at knýta sambond. Sambond við tónleikarar og sangarar, sum hon antin hevði arbeitt saman við, kendi ella metti høgt. Saman við teimum ynskti hon at skapa meining í eini tíð, sum onga meining tyktist at geva.  

Hóast stóra frástøðu eydnaðist henda framsøkna verkætlan. Øll vildu vera við, og úrslitið bleiv ein hugvekjandi og fjølbroytt útgáva við íkasti frá sangarum og tónleikarum so sum Jenny Wilson, Mark Lanegan, Bonnie Prince Billy, John Parish, Bill Callahan, Lionel Liminana, Mette Lindberg, Marie Fisker, Stine Grøn og Steen Jørgensen. Útgávan, sum eitur Spirit Tree, hevur fingið ómetaliga góð ummæli í Danmark. 

So har er nógv at gleða seg til, bæði í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Eisini fyri Kiru Skov, ið sigur “Jeg ser virkelig frem til vores besøg på de magiske klippeøer”. 

Kira Skov við gestasolistunum Mette Lindberg, Eivør og Teitur spæla konsert í Norðurlandahúsinum 22. apríl og í Mentanarhúsinum, 23. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

46 Leygardagur 05. februar 2022

Gávugóðs fyri tvey ár verður handað 8. februar

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum stuðlar ungum listafólkum

Unga skrivandi listakvinnan, Anna Malan Jógvansdóttir, fekk gávugóðsið í 2020
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin 8. februar verður gávugóðs latið ungum listafólkum úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Korona hevði við sær, at einki tiltak var í fjør, og tí verða tvær handanir í ár, fyri 2021 og 2022.

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunsins er arvur eftir Thorvald Poulsen av Steinum, garðyrkismann. Ein trímannanevnd við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og forkvinnuni í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.

Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og umboð fyri rektaran á Fróðskaparsetrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í Nýggja húsi í hølunum hjá LISA í Hoydølum týskvøldið 8. februar kl. 19.30. Umframt tvær handanir eru røður, tónleikur og ábit á skránni. Knút Háberg Eysturstein, Mattias D. Kapnas og Per Ingvaldur Højgaard Petersen fara at spæla.

Gávugóðsið er 35.000 krónur, og verður latið saman við heiðursbrævi.

Hesi hava fingið burturav gávugóðsinum hesi seinastu 20 árini:
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 kr.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dávur Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

47 Leygardagur 05. februar 2022

Langa Lina langomma søguløta

Rithøvundurin fer at lesa upp úr bókini á Klaksvíkar bókasavni á middegi

Annika Øyrabø hevur klipt myndirnar í bókini um langommuna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við, at vakra barnabókin, Langa Lina langomma, kom út um mánaðarskiftið november-desember, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Aðalbjørg J. Linklett.

Søguløtan verður í Klaksvíkar bókasavni í dag kl. 12. Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar bókasavni, fer at hava eina stutta samrøðu við Aðalbjørg um bókina, og síðani fer Aðalbjørg at lesa úr bókini fyri børnum, sum eru umleið 3-7 ár.

Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja nøkur løg. Til tiltakið ber eisini til at keypa bókina fyri serprís.

Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn – líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum. Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

48 Leygardagur 05. februar 2022

Ung í Dansi skipa fyri Upp á Stovugólv í Nólsoy

Ungdómsfelagið í Sláið Ring skipar fyri tiltakinum í kvøld

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kvøld, 5. februar, skipar ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – aftur fyri Upp á stovugólv. Hesaferð verður tiltakið í Nólsoy, og vertirnir verða eftir ætlan Hilmar Joensen, Kristian Hansen og Leif Hansen.

Tá fólk koma til Nólsoyar, verða tey býtt upp í tríggjar bólkar. Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað kvøðið í húsinum, og síðani rotera bólkarnir.

Møtt verður í seinasta lagi klokkan 16.45 í Royndarhúsinum – ella so skjótt sum komið er í land við Ternuni – húsavitjanirnar byrja klokkan 17.15 og enda klokkan 20.15. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Royndarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi klokkan 21.

Talan er um eitt rúsfrítt tiltak, og tað er avmarkað pláss í húsunum, og tí hevur verið neyðugt við tilmelding.

Av tí at mann í føroyskum dansi kemur tætt uppá hvønnannnan, og fyri at øll skulu kenna seg trygg, eru nakrar treytir, skrivar Sláið Ring. Eitt nú verður heitt á fólk um at vísa prógv fyri negativa PCR-kanning ella fyri, at tey kortsíðani hava havt koronu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

49 Leygardagur 05. februar 2022

Neil Young og Joni Mitchell boykotta Spotify

Svenska stroymingartænastan hevur valt at varðveita eitt poddvarp hjá amerikanska skemtaranum, Joe Rogan, sum verður lagdur undir at spjaða falskar upplýsingar um koronu

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kanidisku sangararnir Neil Young og Joni Mitchell hava valt at boykotta svensku tónleikastroymingartænastuna Spotify.

Orsøkin er, at Spotify noktar at taka poddvarpið "The Joe Rogan Experience" av tænastuni, sum sambært Neil Young ber villeiðandi og falskar upplýsingar um koronu. M.a. skal amerikanski skemtarin Joe Rogan í poddvarpinum hava frámælt ungum fólki at lata seg koppseta fyri koronu, og viðmæla ikki-góðkendar viðgerðir fyri koronu, skriva fleiri miðlar.

Í 2020 tryggjaði Spotify sær einarættindi til poddvarpið "The Joe Rogan Experience" fyri 100 milliónir dollarar, og Neil Young, hvørs tónleikur er stroymdur fleiri hundrað milliónir ferðir, segði í vikuni, at Spotify mátti velja millum hann og Joe Rogan.

Poddvarpið hjá Joe Rogan verður hvønn mánað tikið niður av 200 milliónum brúkarum, og hevur Spotify valt at varðveita tað, og tí hevur Neil Young biðið um at fáa tónleik sín strikaðan av stroymingartænastuni.

Joni Mitchell, sum m.a. er kend fyri lagið "Big Yellow Taxi", og sum hevur 3,7 milliónir stroymingar um mánaðin á Spotify, hevur, eins og Neil Young, boðað frá, at hon ikki ynskir at hava sín tónleik á tænastuni longur.

Orsakað av avgerðini hjá Spotify um at varðveita poddvarpið hjá Joe Rogan, hava nógv fólk strikað sínar Spotify-brúkarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

50 Leygardagur 05. februar 2022

Spotify hevur mist milliardir

Bert hesa vikuna hevur svenska stroymingartænastan mist 26,7 milliadir krónur

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað sæst aftur á botnlinjuni hjá Spotify, at fleiri hava valt at boykotta tænastuna, eftir at Neil Young boðaði frá, at svenska stroymingartænastan mátti velja ímillum tónleikin hjá honum ella poddvarpið hjá Joe Rogan. Kanadiska songkvinnan Joni Mitchell hevur síðani gjørt tað sama.

Hendan mánaðin er marknaðarvirðið hjá Spotify minkað við 25 prosentum, og bert hesa vikuna hevur svenska stroymingartænastan mist fýra milliardir dollarar, ið svarar til 26,7 milliardir í okkara krónum.

Hashtags sum #deletespotify, #cancelspotify og #spotifydeleted hava eisini gjørt um seg á sosiala miðlinum Twitter.

Orsøkin til, at nógv hava valt at boykotta tænastuna er, at Joe Rogan, sum framleiðir poddvarpið "The Joe Rogan Experience" sigst at bera villeiðandi og falskar upplýsingar um koronu. Tá Neil Young boðaði frá, at hann annaðhvørt vildi hava tónleik sín av tænastuni ella poddvarpið hjá Joe Rogan, valdi Spotify at varðveita poddvarpið.

– Spotify hevur ábyrgdina av at verja ímóti spjaðingini av falskum upplýsingum á teirra platformi, hóst fyritøkan ikki í verandi løtu hevur nakran politikk á økinum, segði Neil Young m.a. í grundgeving sínari.

Spotify svaraði síðani aftur, at tað er púra beint, at fyritøkan hevur eina ábyrgd av at hava eina javnvág millum trygd hjá lurtarum og frælsi hjá teimum, sum framleiða tilfarið. Spotify sigur seg eisini hava strikað yvir 20.000 poddvarpspartar, sum snúgva seg um koronu, skrivar B.T.

Sambært Reuters heittu 270 granskarar og heilsustarvsfólk í einum brævi fyrr í hesum mánaðinum á Spotify um at gera nakað við poddvarpið hjá Joe Rogan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

51 Leygardagur 05. februar 2022

Norðurlendskur frálærupallur fær dyggan styrk

Grunnurin A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers fond stuðlar ‘Norden i Skolen’ við 11 milliónum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lærarar og næmingar í øllum Norðurlondum kunnu síggja fram til einum felags norðurlendskum jólakalendara, talgildar filmsverkstovur og nógv annað spennandi, nú vældámdi felagsnorðurlendski frálærupallurin ‘Norden i Skolen’ fær munandi styrk komandi árini.

Norden i Skolen er ein frálærupallur, sum finst á øllum málunum í Norðurlondum, og vendir sær til allar skúlaárgangir frá 1. flokk upp til miðnám.

Grunnurin, sum eitur ‘A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal’ hevur júst gjørt av at stuðla átakinum við 11 milliónum krónum. Játtanin er givin út frá eini ætlan um um styrkja norrønu mál- og mentanarfatanina í norðurlendsku flokshølunum fyri harvið at styrkja norðurlendska felagsskapin.

Átakið er rótfest í norrønu feløgunum, og er eitt samstarv millum BUSTER filmsfestivalin, danska lærarafelagið og norðurlendska NAPA-stovnin í Grønlandi. Eisini verður samstarvað við filmsfestivalar í Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi.

Játtanin frá A.P. Møller-grunninum fer til eina røð av tiltøkum, ið skulu uppstiga frálærupallin. Millum átøkini, ið lærarar og næmingar kunnu síggja fram ímóti er:

  • Norðurlendskir spæli- og stuttfilmar, ið verða vístir bæði online og á barnafilmsfestivalum
  • Ein norðurlendskur jólakalendari við ljóðforteljingum
  • Samskapan av egnum filmum tvørtur um landamørk
  • Frálærutilfar til lærugreinirnar søga og samfelagsfak við norðurlendskum fokus
  • Dagsseminar fyri fólkaskúlalærarar við fokus á norrøn mál, mentanar- og samfelagsfatan í undirvísingini
  • Ein amboðskassi fyri lærarar til tilrættislegging og fremjan av frálæru í norðurlendskum evnum

Átakið arbeiðir sostatt við fleiri ymsum brøgdum til tess at náa út til børn og ung í Norðurlondum.

- Tað er eftirspurningur eftir nýskapandi hættum at arbeiða við norðurlendskum mál- og mentanarfelagsskapi í skúlanum. Vit eru sera spent at koma í gongd við hesi verkætlanini saman við okkara dugnaligu samstarvsfeløgum. Hetta fer at bøta munandi um pallin, og verður ein gáva til norðurlendska mál- og mentanarsamstarvið, sigur Thomas Henriksen, ið er verkætlanarleiðari á Norden i Skolen. Hann er eisini mentanar- og útbúgvingarleiðari hjá Sambandi norrønu Felaganna, FNF.

Longu í 2022 kunnu lærarar og næmingar vænta at kunna uppliva eitt nú norrøna jólakalendaran við ljóðforteljingum, nýtt frálærutilfar í lærugeinini søgu og einasamnorðurlendska filmsverkætlan fyri skúlanæmingar. Alt hetta hendir á Norden i Skolen: www.nordeniskolen.org 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

52 Leygardagur 05. februar 2022

Undirfrábrigdi av omikrom smittar meira

BA2 frábrigdið av omikron er vorðið tann mest útbreidda orsøkin til koronasmittu í Danmark

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt undirfrábrigdi av omikron er munandi meira smittandi enn vanliga omikrom frábrigdið vísir nýggj donsk kanning.

Talan er um frábrigdið, ið verður kallað BA2, sum longu nú er vorðið tað mest útbreidda í Danmark. Hetta smittar rættiliga nógv meira enn BA1-frábrigdið, skrivar Danmarks Radio. Bæði eru omikron-frábrigdi.

Statens Serum Institut hevur kunngjørt fyribils kanningarúrslitini, sum enn bíða eftir endaligari fakligari meting.

Er ein persónur í einum heimi smittaður við BA2 er 39 prosent sannlíkindi fyri, at ein annar persónur í sama heimi verður smittaður innan fyri fyrstu vikuna. Við BA2 er vandin 29 prosent, verður upplýst.

Kanningin byggir á 8.541 húski við tilsamans 17.945 fólkum í tíðarskeiðinum 20. desember til 18. januar.

Kanningin er gjørd av granskarum hjá Københavns Universitet, Danmarks Statistik, Danmarks Tekniske Universitet og Statens Serum Institut. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

53
Leygardagur 05. februar 2022

Skipasmíð: Veðurlagsætlan í heimsflokki

Statens Vegvesen í Noregi hevur gjørt sáttmála við Torghatten Nord um at reka vetnisferjur millum Bodø og Lofoten frá 2025

 
SkrivaÐ:

Antares.fo

Statens Vegvesen í Noregi hevur gjørt sáttmála við Torghatten Nord um at reka vetnisferjur (hydrogenferjur) millum Bodø og Lofoten frá 2025. Arbeiðið, sum skal gerast fram ímóti fyrsta ferjutúrinum, fer at fáa stóran týdning í Noregi – og heiminum.

Sáttmálin hevur virði upp á 4,9 milliardir norskar krónur, tað eru 3,64 milliardir danskar krónur.

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri útbjóðingini og eru  takksom fyri at koma at samstarva við ein væl kendan og tryggan operatør við drúgvum royndum, sidur Anders Sæternes, deildarleiðari í ferjudeildini hjá Statens vegvesen.

Statens vegvesen hevur fyrr gingið á odda í nýtsluni av natúrgassi (LNG) og ravlaðsloysnum og vetni sum orkukeldum í sjóvinnuni.

- Nú eru vit farin eitt stig víðari og taka vetni í nýtslu í sórum skala. Vit hava lagt inn krøv, sum tryggja at vetnisferjurnar verða minst líka støðugar sum diesel- og gassferjurnar, tá tað kemur til rakstur, sigur hann.

Torghatten Nord skal fram 1. oktober 2025 lata smíða tvær nýggjar vetnisferjur. Ein verandi verja frá 2012 skal umbyggjast frá LNG til lágútlátsloysnir.

Kelda: Maritimt.com

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

54 Leygardagur 05. februar 2022

Danir ganga undan at framleiða metanol til skip og flogfør

Tríggjar danskar stórfyritøkur ganga undan at framleiða metanol at brúka í shippingvinnuni og í flogferðsluni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tær tríggjar fyritøkurnar eru Ørsted, Maersk og DSV. Tær eru farnar saman í felagnum Green Fuels for Denmark, sum hevur sum mál at framleiða grøn brennievni til skip og flogfør. 

Felagið hevur gjørt av at framskunda ætlaninar við tveimum árum, soleiðis, at tær megna at framleiða 50.000 tons av grønum metanoli, sum shippingvinnan kann gera brúk av frá 2025, skrivar Shipping Watch. Í hesum sambandi hevur Maersk eisini bílagt 12 nýggj konteynaraskip, sum skulu brúka grønt metanol. 

Eisini Søfart skrivar um hetta málið, ið eftir øllum at døma fyllur nógv í orkukjakinum í Danmark. Sambært Søfart ætlar partnaraskapið millum tær tríggjar stórfyritøkurnar, at framskunda 100 MW av upprunaligu 250 MW frá 2027 til 2025. Talan er um ta sonevndu Power-to-X tøknina, sum verður mett at vera flaggskipið í grøna orkuskiftinum í Danmark. Til prosessina at framleiða metanol er neyðugt við orku frá vindmyllum, sum  saman við elektrolysu framleiða metanol. 

Green Fuels for Denmark kann sambært tíðindaskrivi frá Ørsted  framleiða grøn brennevni, sum svara til samlaðu nýtsluna hjá Danmark í innanríkisflogferðslu í 2027. Tað hevði stjórnin annars sett sær fyri skuldi henda trý ár seinni, í 2030. Men um hetta skal gerast veruleiki, so er tað treytað av, at tað verða settir upp røttu karmarnir á økinum. Og her hevur útbyggingin av vindorku ein altavgerandi týdning. Í tí sambandi verður m.a. arbeitt við at menna tvær orkuoyggjar, sum í stóran mun skulu framleiða vindorkuna, ið aftur er partur av metanolmenningini. 

- Danmark hevur ein eyðsæddan møguleika fyri at menna eitt vinnulívsævintýr innan grøn brennievni til tungu ferðsluna serliga sigur stjórin í Ørsted. 

Hann vísir á, at bæði Fólkatingið og stjórnin hava skapt góðar karmar longu til tess gera ætlaninar við grønari orku í skipaferðsluni og flogferðsluni til veruleika við at menna framleiðsluna av havvindorku og við at byggja Power-to-X støðir.

- Útmeldingin hjá forsætisráðharranum um at seta gongd á grøna skiftið í flogferðsluni hevur gjørt, at vit í partnaraskapinum nú fara at finna eina gongd leið, sum ger tað møguligt at framleiða grøn brennievni longu í 2025. Hetta verður ein tøknilig avbjóðing, eingin ivi um tað, sum vit í Green Fuels for Denmark eru klár til at átaka okkum. Soleiðis at vit kunnu tryggja donsku leiðarastøðuna á grøna økinum komandi ártíggjuni og harvið eisini vera við til at seta gongd á grøna orkuskiftið í flogferðsluni kring allan heimin, sigur Mads Nipper, stjóri í Ørsted.

Víst verður á, at hóast tað gongur rætta vegin, so er enn langt á mál við at kunna avloysa vanligu brennievnini í bæði flog- og skipaferðsluni. Neyðugt verður við tøkniligum frambrotum, slíkum, sum Green Fuels for Denmark arbeiðir við. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

55 Leygardagur 05. februar 2022

Danska Ørsted rimmar úrslit í 2021

Hóast harða kapping frá øðrum íløgufeløgum, so hevur danska Ørsted klárað seg væl í farna ári við einum yvirskoti uppá 11 milliardir krónur eftir skatt

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ørsted, sum fyrr var eitt olju- og gassfelag burturav undir heitinum Dong, ið arbeiddi í Norðsjónum og eisini á føroyska landgrunninum, var eitt av teimum fyrstu stóru oljufeløgunum, sum legði heilt um frá olju, gassi og koli til varandi orkukeldur, her ikki minst vindorku.

Nú hevur felagið kunngjørt úrslitið frá í fjør, sum er góðar 10 milliardir. Hetta eru góð tíðindi ikki minst fyri danska statin, sum eigur 51 prosent av fyritøkuni, og ikki minst fyri grøna orkuskiftið, har nettupp Ørsted verður mett at vera gimsteinurin í donsku orkukrúnuni. 

[object Object]

Hóast góða úrslitið hevur kappingin á grøna orkumarknaðinun verið sera hørð, ikki minst nú tey stóru og peningasterku olju- og gassfeløgini eru farin at leggja størri og størri dent á varandi orkukeldur. Kortini meta eygleiðarar, sambært DR, at Ørsted er lív lagað sjálvt undir eini sera harðari kapping við orkurisar sum Shell, BP, ENI, TotalEnergies og Equinor.  

Danska fyritøkan hevur tann fyrimun framum aðrar orkufyritøkur, at hon hevur sum tann fyrsta verið við til at menna vindorku til havs, nakað, sum hevur vundið sera nógv uppá seg kring allan heimin. Kappingin hevur annars gjørt, at partabrævið hjá Ørsted er nógv minkað seinasta árið. 

Stjórin í felagnum segði á tíðindafundi í vikuni, at Ørsted er farið at varpa ljós á aðrar orkukeldur enn vindorku eisini. Eitt nú liggur fyritøkan frammaliga í royndunum at finna grøn brennievni til bæði skip og flogfør. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

56 Leygardagur 05. februar 2022

Vilja ikki hava vindmyllur í Køge Bugt

Ætlanin at seta upp risastórar vindmyllur í Køge Bugt nærhendis Stevns Klint møtir stórari mótstøðu frá fólkinum í økinum. Tey siga, at vindmyllurnar fara at oyðileggja upplivingina av Stevns Klint, sum er á listanum hjá Unesco yvir varðveitingarvard øki

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er ikki einans í Føroyum, at uppsetan av vindmyllum og her ikki minst sera høgum myllum, hevur vakt ans og misnøgd millum í hvussu er partar av fólkinum, sum halda vindmyllurnar skemma náttúruna við sínum stóra veingjabreiði, hædd og gangi.

Vit kenna hetta eisini  frá heimliga kjakinum um bæði høgar vindmyllur og staðsetingina av teimum, tó í avmarkaðan mun. Men fara vit til Noregs so er hetta nakað, sum hevur fingið nógva rúmd í norskum miðlum nú í fleiri ár, har íbúgvar úti á bygd serliga als ikki vilja síggja vindmyllurnar í teirra bakgarði og tí krevja, at vindmylnufeløgini fara til havs við myllunum. Hvat so í stóran mun júst hendir.

Enn eru vit í Føroyum ikki komin hartil í størri mun at umrøða møguleikan fyri at seta upp vindmyllur til havs eins og verður gjørt í t.d. Skotlandi. 

Eisini í Danmark, sum annars ynskir at vera leiðandi landið í heiminum innan grøna orku, hoyrast røddir av og á, sum heldur vilja hava stóru vindmyllurnar at verða settar upp langt til havs heldur enn á landi ella tætt við land. Hetta kemur m.a. til sjóndar í Stevns kommunu, har tey eru ónøgd við viðferðina tey hava fingið frá myndugleikunum í Keypmannahavn.

Hóast bæði kommuna og náttúrufriðingarfelagið fult og heilt taka undir við grøna orkuskiftinum og hava stóra virðing fyri ætlanini hjá Keypmannahavn at gerast heimsins fyrsti C02 neutrali høvuðsstaður, so halda tey ikki, at tey hava fingið eina góða viðferð frá  myndugleikanum har.

Eitt felag hevur ætlanir um at seta upp 26 til 45 havvindmyllur í einum øki í Køge Bugt. Myllurnar verða hvør um 220 metrar høgar og skulu standa átta kilometrar frá strondini. Hetta er alt ov nær landi og myndugleikarnir hava als ikki skilt, hvat ein slíkur fjørður skal brúkast til verður sagt.  Ein orsøk til ónøgdina er tann, at risamyllurnar fara at oyðileggja upplivingina av Stevns Klint, sum í 2014 bleiv partur av heimslistanum hjá Unesco yvir varðveitingarverdug pláss, býir, bygningar ol.

Myllurnar fara at vera sera sjónligar í hesum økinum og fara tí at órógva upplivingina av heimsarvinum og av Stevnt Klint frá øllum síðum sigur ein av teimum, sum er ímóti at seta upp myllurnar í Køge Bugt. Eisini verður víst til, at tað fer at hótta djóralív og her serliga fuglalívið.  

- Vit hava einki ímóti vindmyllum sum so. Tað er bara staðsetingin, sum er so óheppin sigur ein íbúgvi í økinum við TV2 Lorry. Nú fer verkætlanin til almenna hoyring. Umboð fyri myndugleikarnar siga, at nógv øki eru kannað og eru komnir eftir, at Køge Bugt er tað rætta staðið. Teir vísa á, at allar umhvørviskanningarnar vísa - undantikið júst tað at skula síggja vindmyllurnar í umhvørvinum - at har eru eingir trupulleikar sum so. Hoyringsfreistin er 20. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2022

57 Leygardagur 05. februar 2022

Grannin Skotland skal vera fremsta tjóð innan havvindorku

Skotland hevur lagt seg klárt á odda í arbeiðinum at útbyggja vindorkuna til havs og hevur latið risastórum orkufyritøkum loyvi til at útbyggja vindmylnulundir til havs kring skotsku strendurnar.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum føroyskar orkufyritøkur og SEV eru í ferð við at menna framtíðar vindorkuna á landi í Føroyum, so er næsti granni okkara, Skotland, farin undir eina umfevnandi útbygging av vindorkuni til havs.

Fyrsta stigið í hesi ætlan varð tikið í fjør, tá havleiðir út fyri strendur Skotlands vórðu útlutaðar í eini útbjóðing til fyritøkur, sum vilja gera íløgur í útbygging av skotsku havvindorkuni. Tilsamans 17 øki vórðu boðin út og inn komu ikki færri enn 74 umsóknir frá oljufeløgum og orkufeløgum av ymsum slag.

[object Object]

Nú eru so loyvini latin. Fyriuttan at kunna gerast heimsins fremsta menningarøki til havvindorku, so fær Skotland longu frá byrjan nógvan pening í loyvisgjøldum.

Loyvishavararnir, sum m.a. eru stóru oljufeløgini BP, Shell, Eni og TotalEnergies umframt orkufeløg so sum Ørsted, skulu gjalda umleið 8 milliardir krónur í loyvisgjøldum. Hesar fara óskerdar  í skotska landskassan.

Aftrat hesum koma so nógvar hundraðtelas milliardir, sum skulu brúkast til at byggja út vindmylnulundirnar. Og tað fer so aftur at seta nógvar ringar í sjógvin. 

[object Object]Skotski stjórnarleiðarin fegnast um gongdina innan varandi orku í Skotlandi

Talan er um fyrstu útbjóðingina av havøkjum í 10 ár í Skotlandi, sum í dag hevur  ábyrgdina av nýtslu av havøkjum til eitt nú vindorkuendamál. Fyrr var hetta ábyrgdarøki hjá bretsku stjórnini.

Tá tær mongu útbyggingarnar eru lidnar um nøkur ár fara havvindmylnulundirnar, sum serstakliga eru eystan fyri Skotland, at framleiða tilsamans 25 gigawatt.

Henda orkan skal  brúkast til at veita streym til húsarhald í Skotlandi, síðani eisini til at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hon fer so eisini at vera týðandi partur av grundarlagnum fyri at framleiða vetni.

[object Object]

Umframt at geva eitt sera gott íkast til skotska búskapin, so fara tær ymsu verkætlaninar at skapa nógv arbeiðspláss í Skotlandi her ikki minst í týðandi veitingarvinnuni (supply chain), sum í dag stríðist við minkandi oljuvirksemi. Í Skotlandi eru tey eisini farin at leggja til rættis umlegging av einstøkum oljuhavnum til at kunna savna seg um framtíðar vindorkumenningina, eitt nú havnina í Ardersier, sum skal gerast fyrsta havnin at veita tænastur til grøna orkuskiftið.

Stóra verkætlanin, sum hevur fingið heitið ScotWind, fer at fáa stóran týdning fyri ikki bert Skotland men fyri framtíðar menningina av vindorku til havs sum heild. Skotland fer at gerast eitt slag av royndarstøð fyri hesi menning, ikki minst á tøkniliga økinum. Stjórin í Crown Estate Scotland, sum stendur fyri útbjóðingini, Simon Hodge, sigur, sambært Energy Voice, at  Skotland við hesum stigi er tilreiðar at gerast ein stórur hubbur og kjarni fyri víðari menningina av vindorkutøknini komandi árini.

Ymsu verkætlaninar, sum hava fingið góðkenning, eru bæði vestan og eystan fyri Skotland, tær flestu tætt við land. Enn hevur eingin umsókn verið til eitt øki eystan fyri Hetland. Hetta kemur tó ikki so óvart á hetlendskar myndugleikar og vinnuna har, tí júst økini nær Hetland eru enn óroynd fyri havvindorku og eru óvissurnar eitt nú við at arbeiða á havøkjum á djúpum vatni stórar.

Umboð fyri myndugleikarnar siga, at við hesum eru ætlaninar at menna Hetland til eitt øki við varandi orku so sum vindorku tó ikki sleptar. Tvørturímóti kann tíðin nú brúkast til at fáa meira vitan og royndir, sum so kunnu vera grundarlag undir komandi vindorkuútbyggingum bæði eystan og vestan fyri Hetland. Ætlanin er nú at fara í samstarv við orkumyndugleikarnar í Orknoyggjum og Hebridunum og læra av teirra royndum komandi árini, nú loyvi eru latin feløgum at byggja út vindorkuna í hesum økjunum.

Taka vit so tær einstøku verkætlaninar, so hava Shell og Iberdrola ætlanir um at byggja út tvær vindmylnulundir eystan fyri Skotland uppá tilsamans 5 gigawatt tll eitt virði uppá 40 milliardir dollarar. Tær fara at framleiða streym, sum svarar til at kunna nøkta tørvin hjá 6 mió. húsarhaldum í Skotlandi, tvs. tvífalt húsarhaldini í dag.

Bretska BP hevur eisini stórar ætlanir. Felagið ætlar saman við týska EnBW at útbyggja vindorkuna við 3 gigawatt fyri 10 mia. pund. Felagið ætlar at fara longur enn bert at framleiða vindorku til eisini at taka hædd fyri menningini av elbilum og vetni.

Franska TotalEnergies hevur saman við skotska  Renewable Infrastructure Development Group (RIDG)  fingið loyvi til at framleiða 2 gigawatt frá vindorku vestan fyri Orknoyggjar og fer at brúka 4 milliardir pund í hesi verkætlan, sum eisini fer at leggja dent á útbyggingar á landi í oyggjunum. Málið hjá TotalEnergies  er annars  at framleiða 100 gigawatt kring allan heimin frá vindorku til havs.

Danska Orsted er eisini við í einum samstarvi við orkufeløg. 

Norskar fyritøkur við Equinor á odda høvdu eisini søkt um loyvi í útbjóðingini. Men tær fingu ikki loyvi í hesum umfarinum. Eisini norska Aker Offshore Wind hevði søkt. Umboð fyri Equinor sigur, at felagið roynir at vera við í nógvum útbjóðingum kring heimin, so at henda royndin í Skotlandi ikki gav úrslit, fer ikki at tarna felagnum at gera íløgur í vindorku til havs. Equinor hevði roknað við at fingið loyvi, nú felagið stóð fyri tí fyrstu vindorkuútbyggingini til havs í Skotlandi, Hywind Scotland. Í dag er Equinor ein týðandi leikari í bretskum øki.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

58 Leygardagur 05. februar 2022

Biden skal tilnevna nýggjan hægstarættardómara

Stephen Breyer, elsti dómari í amerikanska hægstarættinum, hevur boðað frá, at hann fer frá í summar

Stephen Breyer og Joe Biden á tíðindafundi hósdagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta hósdag boðaði Stephen Breyer, hægstarættardómari í USA, frá, at hann fór at gevast í summar.

Stephen Breyer er ein av trimum liberalum hægstarættardómarum, og hann hevur sitið í hægstarætti í meira enn 27 ár. Nú hann gevst, fær amerikanski forsetin, Joe Biden, sostatt høvi at tilnevna ein nýggjan dómara at sita komandi mongu árini og sostatt varðveita núverandi býtið millum konservativar og liberalar dómarar.

Breyer er 83 ára gamal og sostatt elsti hægstarættardómarin í løtuni. Síðan Joe Biden gjørdist forseti, hava tey liberalu heitt á hann um at fara frá, so Joe Biden kann tilnevna ein nýggjan hægstarættardómara, meðan demokratar enn hava valdið bæði í Hvítu Húsunum og Senatinum, skrivar NBC News.

Tey liberalu harmast nevniliga um, at Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist í september 2020, var verandi í hægstarættinum ov leingi, og átti hon at lagt frá sær, meðan Barack Obama var forseti. Men tað gjørdi hon ikki, og tí bar til hjá táverandi forsetanum, Donald Trump, at tilnevna enn ein konservativan dómara til hægstarættin – Amy Coney Barret.

Sambært tíðindastovuni Reuters umhugsar Joe Biden nú at tilnevna 55 ára gomlu J. Michella Childs, ið er dómari í South Carolina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

59 Leygardagur 05. februar 2022

– Okkurt má gerast

Heimsheilsustovnurin skal styrkja arbeiðið ímóti kynsligari misnýtslu, siga fleiri enn 50 limalond

Tað, sum hendi í Kongo í tíðarskeiðnum 2018 til 2020 er ófyrigeviligt, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag heittu fleiri enn 50 limalond á Heimsheilsustovnin (WHO) um at arbeiða meira fyri at forða kynsligari misnýtslu, eftir at tað í heyst kom fram, at yvir 80 neyðhjálparfólk – harav fleiri hjá WHO – høvdu misnýtt kvinnur og gentur undir einum ebolaútbroti í Fólkaræðislýðveldinum Kongo í tíðarskeiðnum 2018 til 2020.

Millum tey 50 eru Stórabretland, Kanada, ES og Suðurafrika.

Bretski ST-sendimaðurin, Simon Hanley sigur, vegna limalondini, at tey vóna, at ovasta leiðslan fer at gera nakað við málið, og at mann eigur at hava ein nulltoleransupolitikk.

Tá frágreiðingin kom út í september í fjør segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá WHO, at talan var um nakað ófyrigeviligt, sum ongantíð átti at hent. Hann segði tað vera hansara persónliga ábyrgd at tryggja, at brotsmenninir vórðu ábyrgdaðir fyri tað.

Yvir 50 kvinnur løgdu tilsamans 83 neyðhjálparfólk undir at hava kynsliga misnýtt tær. Í níggju førum var talan um neyðtøku. 21 av neyðhjálparfólkunum vóru í starvi hjá WHO, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

60 Leygardagur 05. februar 2022

Fólkatalið í Russlandi minkaði við yvir einari millión í 2021

Orsøkin er eit lágt burðartal, men korona hevur eisini havt sína ávirkan

Russiski høvuðsstaðurin, Moskva (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fjør minkaði fólkatalið í Russlandi við yvir einari millión, vísa tøl frá russisku hagstovuni Rosstat.

Hetta er størsta minkingin, síðan Sovjetsamveldið fall.

Russland hevur í longri tíð havt rættiliga lágt burðartal, og koronafarsóttin hevur eisini verið við til at ávirka gongdina.

Sambært nýggjastu tølunum frá Rosstat, eru fleiri enn 660.000 fólk deyð seinastu tvey árini eftir at hava verið smittað við koronu. Hetta er umleið tvífalt so nógv, sum upplýst verður á heimasíðuni, sum russsiska stjórnin umsitur. Eru tølini frá Rosstat røtt, er Russland tað landið í heiminum, sum hevur havt flest andlát í sambandi við koronu, eftir USA, skrivar Ritzau.

Í Russlandi búgva í dag umleið 145 milliónir fólk. Burðartalið er, sum áður nevnt, lágt. Orsøkin til hetta er m.a., at ættarliðið, sum nú fær sær børn, heldur ikki er rættiliga stórt. Burðartalið í 1990unum var eisini lágt orsakað av búskaparliga ótryggleikanum, eftir Sovjetsamveldið fall í 1991.

Ein russisk kvinna fær í miðal 1,5 børn. Skal fólkatalið haldast á núverandi støði, skulu russiskar kvinnur í miðal hava 2,1 barn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

61 Leygardagur 05. februar 2022

Neyðhjálpin kom við koronu til Tonga

Landsins stjørn valdi at steingja alt virksemið í Tonga niður í tvey samdøgur

Avstralska herskipið HMAS Adelaide við bryggju við neyðhjálp í Nuku'alofa, høvuðsstaðnum í Tonga (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kyrrahavslandið Tonga er - líka til týsdagin - sloppið undan heimsumfatandi koronasmittuni. Men henda dagin vórðu tveir tilburðir staðfestir í oyggjalandinum, og mikudagin tríggir afturat.

Tí gjørdi landsins stjórn av at steingja alt virksemið í landinum niður í 48 tímar, skrivar dr.dk.

Helst er smittan komin við neyðhjálpini, ið er komin eftir at polynesiska landið um miðjan januar varð rakt av ógvusligari náttúruvanlukku.

Eitt eldgos á havsins botni, kallað Hunga Tonga-Hunga Ha’apai, nakað frá landi, hevði oyðileggjandi flóðaldur við sær umframt at allar oyggjarnar nærhendis vóru undir í øsku.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

62 Leygardagur 05. februar 2022

Ársins ÍtróttarNavn verður eitt mannfólk

Hávard Vatnhamar, Elias á Skipagøtu og Sverri Sandberg Nielsen eru í uppskoti

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tríggir mans eru í uppskoti at vinna tann tignarligasta heiðurin, tá ÍSF skipar fyri tiltakinum ÍtróttaFagnaðurin 2021 í beinleiðis sjónvarpaðum tiltaki í kvøld.

Tað er spurningurin um hvør verður Ársins ÍtróttaNavn. Tríggir mans eru innstillaðir. Teirra millum er maðurin, sum hevur fingið henda heiðurin tvey tey undanfarnu árini og eisini ein ungur maður, ið var kosin ÍtróttaStjørnuskot fyri tveimum árum síðani.

[object Object]

Vildi umboða Merkið
Olymiski paratleturin Hávard Vatnhamar, ungi hondbóltsúrmælingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu og Sverri Sandberg Nielsen olympiskur finalulutakari í rógving, eru innstillaðir til heiðurin ÍtróttaNavnið 2021, ið er ein av heiðurslønunum á ÍtróttaFagnaðinum komandi leygarkvøld.

Hávard Vatnhamar luttók á Paralympisku Leikunum í Tokyo, umboðandi Føroyar, í greinini para-marathon. Tað var ongantíð ætlanin, at Hávard skuldi luttaka í para-marathon, men tá úrtøkan í para-triatlon, har Hávard hevði best møguleika at gera seg veruliga galdandi, steðgaði vegna korona í 2020, og møguleikin hjá Hávardi at luttaka í hesari greinini harvið hvarv, gjørdi hann av at skifta ítróttargrein.

Hávard gjørdist eitt slag av fólkahetju hjá mongum føroyingum, tí hann við sínum jaliga lyndi fortaldi søguna um eitt ítróttarfólk sum, hóast nærum 20 ár í útlegd, vildi umboða Merkið, og bert Merkið, í Paralympisku leikunum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Besti maður á vølli
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur longu í fleiri ár, við sínum heilt serligu evnum sum hondbóltsleikari, hugtikið hondbóltsfjepparar bæði í Føroyum og uttanlands.

Í august vann Elias við føroyska U19 landsliðnum, M19 Championship kappingina í Bulgaria, og harvið skulu Elias og liðfelagarnir spæla EM endaspæl fyri U20 menn í Portugal í juli 2022.

Elias gjørdist greiður toppskjútti í kappingini, og varð valdur besti leikari.

Í 2021 fekk Elias sín fyrsta dyst fyri føroyska A-landsliðið móti Ukraina í undankappingardysti til EM. Elias, sum var besti leikari á vøllinum, skeyt sjey mál, harav fleiri vóru í serflokki.

Í apríl var Elias í sínum næsta A-landsdysti, aftur besti leikari á vøllinum, tá Føroyar vunnu sín fyrsta undankappingardyst til EM móti Kekkia í høllini á Hálsi.

Elias gjørdist, í sínum fyrsta kappingarári í svenskum hondbólti, meistari við felagið sínum Sävehof.

Umframt at Elias hevur spælt avgerðandi leiklut í luttøkuni hjá liði sínum í evropeisku kappingini hjá EHF, sum eitur European League.

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð kosin Ársins ítróttaStjørnuskot fyri tveimum árum síðani.

[object Object](Mynd: Rógvi Langgaard)

Olympisk hetja
Sverri Sandberg Nielsen valdi sum ungur at fylgja sínum dreymi um at blíva ein av bestu rógvarum í heiminum. Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum at náa hesum máli, tað hevur kravt miðvísa harða venjing og eina mentala barlast at kunna gera tað, ið Sverri hevur gjørt.

Sverri hevur víst, at hann er ein av heimsins fremstu rógvarum og ein av fáum føroyingum, ið hevur vunnið sær heiðurin at luttaka í OL, sum var í Tokyo í 2021. Spenningurin undan OL var øgiligur, Sverri hevði ein flúgvandi start undir innleiðandi kappingunum, og róði seg í A-finaluna, sum var tann 30.juli 2021.

Úrslitið varð, at Sverri róði seg til eitt 4. pláss. Til OL eru tað einans tey allar bestu ítróttarfólkini í heiminum, ið sleppa at kappast og at fáa eitt fjórða pláss til OL, og harvið at vera fjórðbesti rógvari í heiminum, er stórt og eitt ítróttarligt bragd.

Sverri Sandberg Nielsen varð kosin Ársins ÍtróttaNavn í 2019 og 2020.

--

ÍtróttaNavnið fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFagnaðurin2021 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í kvøld, 5. februar, kl. 20. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

63 Leygardagur 05. februar 2022

Føroyar skulu spæla ímóti Hvítarusslandi

Hvítarussland verður mótstøðu lið í fyrstu play-off dystunum til HM 2023

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lutakast var sunnudagin um hvørjum føroyska manslandsiðið í hondbólti skal møta til undankappingardystir til HM-endaspælið.

Tað gjørdist greitt, at okkara menn skulu ein túr til Hvítarusslands, sum endaði nummar 17 til EM í ár.

Talan er um tveir dystir, sum skulu spælast ímóti Hvítarusslandi. Fyrri dysturin verður 16. ella 17. mars - tann seinni verður 19. ella 20. mars.

Vinna Føroyar dystin, er tað Týskland sum bíðar í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022

64 Leygardagur 05. februar 2022

16 leikarar úttiknir til EM-undandystirnar í mars

Sonni Larsen og Finnur Hansen hava úttikið hópin til næstu dystirnar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Eysturríki tann 2. og 5. mars.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71

Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Durita Christophersen Jojic, Stjørnan
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

Dystirnir verða leiktir ávikavist í Føroyum mikudagin 2. mars klokkan 19, og í eysturríkska býnum Maria Enzerdorf leygardagin 5. mars klokkan 16, føroyska tíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

65 Leygardagur 05. februar 2022

Tríggir dystir avgjørdir á skrivaraborðinum

Liðini til hálvfinalurnar í steypakappingunum eru nú funnin. Hjá kvinnunum kom Neistin víðari uttan at vinna nakran dyst á vøllinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Við tveimum skrivaraborðssigrum hevur kvinnuliðið hjá Neistanum spælt seg til hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti.

Avgerandi dysturin um hvør skuldi enda á øðrum plássi í bólki 2 skuldi spælast í Havn mikukvøldið millum Neistan og VB úr Vági. Men av tí at VB er so mikið rakt av korona, kundu tær ikki seta lið, og Neistin er tí sett at vinna dystin 10-0

Sama hendi tá EB ikki fekk sett lið sunnudagin.

Hondbóltssamband Føroya hevur boðað feløgunum frá, at fyri at kunna avgreiða allar dystir áðrenn stóra steypafinaluvikuskiftið 19. og 20. februar, ber ikki til at gera koronaundantøk í steypakappingini og útseta dystirnar orsaka av koronu.

Avgerðin er tí, at H71 og Stjørnan koma víðari úr bólki 1 og Kyndil og Neistin úr bólki 2.

Spælast skulu tvær hálvfinalur. Fyrru hálvfinalurnar verða sunnudagin, tá Neistin spælir móti H71 og Kyndil móti Stjørnuni. Mikukvøldið 9. februar verður dysturin millum H71 og Neistan og sunnudagin 13. februar verður hin semifinalan millum Stjørnuna og Kyndil.

Hjá monnunum varð ein dystur avgjørdur á skriviborðinum. Tað var dysturin sunnudagin millum H71 og Team Klaksvík, har hoyvíkingar eru skrásettir at hava vunnið 10-0, tí klaksvíkingar ikki kundu møta.

H71 og Neistin hava sostatt spælt seg víðari úr bólki 1 og KÍF og VÍF úr bólki 2. Her vórðu tveir dystir spældir mikukvøldið. VÍF vann 30-23 á Kyndli og KÍF vann úti 30-27 á StÍF.

Fyrru hálvfinalurnar verða sunnudagin. Tá spæla Neistin móti KÍF og VÍF móti H71. Leygardagin 12. februar spæla KÍF og Neisin og dagin eftir H71 og KÍF.

Finalurnar í Faxe Kondi kappingini verða í høllini á Hálsi í Havn 19. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

66 Leygardagur 05. februar 2022

Pauli Mittún til norskan hondbólt

19 ára gamli Pauli Mittún hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand í fremstu norsku deildini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Pauli Mittún gjørdi veruliga um seg í HM-undankappingini fyrr í hesum mánaðinum, tá hann saman við sínum liðfeløgum á A-landsliðnum spældi seg víðari.

19 ára gamli spælskiparin fer nú at royna seg í norskum hondbólti. 

Tvey ára sáttmáli er undirskrivaður við KRS - Kristiansand Tophåndball í fremstu norsku deildini. Møguleiki er at leingja sáttmálan við einum ári.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

67 Leygardagur 05. februar 2022

Elias og Säfehof vunnu fyrra finaludystin

Svenska steypakappingin verður avgjørd í dag

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski hondbóltsspælarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, er væl á veg at vinna svensku steypakappingina í hondbólti.

Liðið hjá Eliasi, Sävehof, spældi mikukvøldið fyrra finaludystin móti Lugi. Hóast útivøll vann Sävehof dystin 37-30.

Í dag verður annar finaludysturin spældur.

Elias á Skipagøtu skjeyt sjey mál í dystinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

68 Leygardagur 05. februar 2022

Svøríki setti Spania av trónini í síðstu sekundunum

Tað var Niclas Ekberg, ið avgjørdi ógvuliga spennandi EM-finaluna í Budapest sunnukvøldið. Hetta tryggjaði svenska manslandsliðnum sítt fyrsta gullheiðursmerki í tjúgu ár og tað fimta í EM-søguni. Danmark tryggjaði sær bronsuna eftir longda leiktíð móti Fraklandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Svøríki er mest vinnandi tjóðin á manssíðuni í EM-høpi í hondbólti. Hesa støðu styrktu sviar um við 27-26 sigrinum í Budapest sunnukvøldið. Spania vann EM-finaluna í 2018, á júst Svøríki, og aftur í 2020, men tað eydnaðist ikki at gera tað tríggjar ferðir á rað.

Svøríki er einasta landið, ið hevur megnað hetta: Bengan Boys gjørdust evropeameistarar í 1998, 2000 og 2002.

Bíðitíðin hevur verið long, og tí var tað sum ein endurloysing, tá avgerandi skotið frá Niclas Ekberg brast í netmeskarnar. Talan var um brotskast, ið lívligi Albin Lagergren vann, tá trý sekund vóru eftir av dystinum. Royndi høgri vongurin skoraði trygt uppá fýra útav sínum fimm brotskøstum - eitt bjargaði Perez de Vargas, men Ekberg fangaði beinanvegin returbóltin og skoraði.

Tað var hóskandi, at munurin bert var eitt mál, tá samanumkom. Dysturin var ógvuliga javnur, og tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni nakran vegin. Sviar vóru nakað omaná fyrstu løtuna, Palicka spældi framúr væl í málinum, og hildu leiðsluna til fýra minuttir vóru eftir. Beint fyri stegðin legði Spania seg á odda, og fyrstu tólv minuttirnar av seinna hálvleiki jagstraðu sviar. Tað skifti millum eitt og tvey mál, men í 43. minutti vendi tað. 

Við góðum og ágrýtnum verjuspæli og nøkrum góðum og tryggum álopunum, kom Svøriki á odda, og tvífaldu evropameistararnir megnaðu ongantíð at stinga seg framum aftur. Fleiri mistøk vóru í báðum endunum, nú alt skuldi avgerast, og tað var serliga fjáltur á svium í álopun áleið fimm minuttir fyri leiklok, tá munurin kom uppá tvey mál, eftir at Palicka aftur hevði staðið fyri. Hampus Wanne og hinir vengurnir vóru tó kaldir í øðrum hálvleiki, og hóast sterka spanska verjan ansaði sera væl eftir Jim Gottfridsson, so fekk hann javnan sett spælið væl og tikið uppmerksemi.

[object Object]
Andreas Palicka vann málmanstvídystin greitt í kvøld. Royndi málverjin hevði koronu í síðstu viku og manglaði í nøkrum dystum, men var avgerandi tá samanumkom 

[object Object]
29-ára gamli Gottfridsson varð kosin besti leikarin í kappingini. Spania hevði eina snilda ætlan at støðga honum í finaluni - spælskiparin fekk "bert" trý mál, men var kortini ógvuliga týdningarmikil í svenska sigrinum (Myndir: EPA)

Tá farið var undir síðsta minuttin slapp Spania í álop. Støðan var 26-26. Tað eydnaðist tó ikki at spæla seg til upplagdan málmøguleika, og tá tjúgu sekund vóru eftir, og armurin var uppi, skeyt royndi Canellas frá tíggjar metur strikuni. 35-ára gamli málverjin, ið nú spælir við fyrsta felagið sínum, Redbergslids IK í bestu svensku deildini, bjargaði lættliga.

So tók Glenn Solberg, ið stóð á odda fyri Svøríki í finalu nummar tvey innan eitt ár, timeout. Gottfridssson tók leiðsluna har, og virðismiklasti spælarin í endaspælinum setti spælið upp, Wanne kom í yvirgongd, slepti til Lagergren, ið kom upp á kant, og so kundi dysturin avgerðast.

Fyrrverandi norski stórleikarin, Solberg, hevur við hepnari hond sett svenska liðið upp seinastu tvey árini, og nú kom gullheiðursmerki aftur um hálsin hjá bestu leikarunum hjá stoltu hondbóltstjóðini - endliga aftur eftir teirra mátistokki. Sviar vóru ógvuliga nær við at ikki koma víðari úr bólkaspælinum eftir ósigurin á júst Spania har og síðani trupulleikar í dystinum móti Kekkia, har javnleikurin tó var nóg mikið. Í høvuðsumfarinum var Noreg á odda við fimm málum í steðginum í avgerandi dystinum, men Palicka og hinir vendur øllum á høvdið seinastu løtuna.

Spania misti sigursrøðina í síðstu løtu, dugnaligi venjarin Ribera var ónøgdur við dømingina í teimum báðum seinastu álopunum, men har var sum so einki at koma eftir, og nú kunnu hesi londini spakuliga venda eygu móti HM-endaspælinum í Svøríki og Pólandi næsta ár.

[object Object]
Nýggju evropmameistararnir (Mynd: EPA)

Svan og Danmark endaðu væl

Mikkel Hansen var ikki við fyri Danmark í bronsufinaluni vegna fótskaða, Mathias Gidsel noyddist út eftir ein minutt orsakað av "einstaklingaóhappið". Danir høvdu eisini fleiri avbjóðingar gjøgnum dystin móti Fraklandi, ið var ein heilt góður bronsudystur. 

[object Object](Mynd: EPA)

29-29 var støðan eftir vanligu leiktíðina, men í longdu vóru danir greitt omaná og vunnu við trimum málum. Hetta var fyrstu ferð í 15 ár, at donsku menninir fingu eitt bronsuheiðursmerki, og øll tey seinastu endaspølini eru endaði við heiðursmerki um hálsin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

69 Leygardagur 05. februar 2022

Tríggjar nýggjar í hópinum

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar skal á venjingarlegu í Spania

Rúna Jacobsen úr HB er eitt av nýggju andlitunum á landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um smáar tvær vikur setir føroyska A-landsliðið við kvinnum kós móti Marbella í Spania, har hópurin verður á venjingarlegu frá 13. til 22. februar.

Umframt venjingar, vera eisini tveir landsdystir á skránni. Hósdagin 17. februar spæla Føroyar og Norðurírland á Marbella Football Center, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 20. februar, tekur Gibraltar ímóti Føroyum á Victoria Stadium í Gibraltar, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.

Lene Bjerning Terp, venjari hevur saman við nýggja hjálparvenjaranum, Svenn Olsen, nú kunngjørt nøvnini á teimum 22, ið eru úttiknar til venjingarleguna, og av teimum, eru tríggjar, ið ongantíð fyrr hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Lenu Olsen og Mirjam Huneck úr NSÍ, og Rúnu Jacobsen úr HB.

Kvinnurnar skula spæla tríggjar HM-undankappingardystir í hesum árinum. Fríggjadagin 8. apríl spæla Føroyar á útivølli móti Ungarn, og síðani eru tveir heimadystir á skránni í september. Fríggjadagin 2. september spæla Føroyar og Ukraina á Tórsvølli, og týsdagin 6. september kemur Skotland á vitjan.

Eisini skulu kvinnurnar eftir ætlan til Norðurmakedónia í juni, har liðið skal spæla tveir venjingardystir, og í oktober skal kvinnulandsliðið til Baltic Cup í Estlandi.

Hópurin, sum er úttikin, er hesin:

  • Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
  • Maria Biskopstø, KÍ
  • Birita Ryan, KÍ
  • Sanna Svarvadal, KÍ
  • Tóra Mohr, KÍ
  • Tórunn Højgaard, KÍ
  • Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noreg)
  • Maria á Lakjuni, Víkingur
  • Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
  • Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
  • Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
  • Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
  • Heidi Sevdal, NSÍ
  • Lena Olsen, NSÍ
  • Mirjam Huneck, NSÍ
  • Olga Kristina Hansen, B36
  • Valborg Østerø, B36
  • Kára Djurhuus, EBS/Skála
  • Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
  • Julia Helena Dal Henriksen, HB
  • Sarita Maria Mittfoss, HB
  • Rúna Jacobsen, HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

70 Leygardagur 05. februar 2022

Føroyameistararnir 5,4 milliónir í halli í fjør

Klaksvíkingar sleikja sárini eftir, at tað ikki eydnaðist besta mansliðnum at vinna seg víðari í evropeiskum fótbólti í fjør

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir avlop í fleiri ár, og enntá eitt avlop upp á 5 milliónir krónur í 2020, so hilnaðist árið í fjør ikki serliga væl.

Á aðalfundinum, sum varð hildin á loftinum í KÍ høllinum mánakvøldið, varð roknskapurin hjá KÍ fyri 2021 lagdur fram fyri limunum. Úrslitið í fjør vísti eitt hall upp á 5,4 milliónir krónur.

KÍ skrivar á heimasíðuni, at orsøkirnar eru ymiskar, men serliga korona, skipan av akademinum (nýggju ungdómsdeildini) og at so tað, at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Europa Conference League í summar.

Tað hendi tá KÍ eftir 120 minuttir á heimavølli við Djúpumýrar í Klaksvík, tapti 4-2, sum hevði við sær, at klaksvíkingar samanlagt taptu 6-5 ímóti RFS úr Lettlandi. Fyrra dystin vann KÍ 3-2.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

KÍ fegnast kortini um, at bæði besta mansliðið og besta kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitið, og skulu luttaka í Champions League í summar. 

- Hendan luttøka kemur at skapa inntøkur til felagið ið ger at vit ikki síggja hall í roknskapinum komandi ár, sigur KÍ á heimasíðuni.

Á aðalfundinum varð eisini avgjørt, at nevndin heldur fram.
Tummas Lervig, formaður
Rúni Heinesen, næstformaður
Hilmar Danielsen, kassameistari
Rói Clementsen, samskifti
Kaj Dam, Betri Menn
Jákup Eydnugarð, sponsorar
Eyðstein Poulsen, akademi

[object Object]Nevndin í KÍ 2022 (Mynd: Ki.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

71 Leygardagur 05. februar 2022

Samuel til belgiskt toppfelag

HB og Royan Union Saint-Gilloise hava gjørt avtalu um Samuel Johansen Chukwudi, sum inniber, at evnaríki verjuleikarin fer til Belgia at spæla fótbólt. Eftir ætlan skal sáttmáli undirskrivast í summar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Avtala er gjørd millum toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise, og HB um Samuel Johansen Chukwudi. Hesum boðaði HB frá sunnukvøldið.

Belgiska felagið hevur leingi víst áhuga í Samuel, men ein skaði hevur forðað honum í at fara avstað. Nú er avtala gjørd, um at Samuel fær viðgerð og endurvenjing í Belgia. Og um alt gongur sum tað skal, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.

At uttanlandsævintýrið hjá Samuel byrjar í Belgia, og Union St. Gilloise, kemur kanska óvart á tey flestu. Men felagið hevur leingi havt eyguni við honum.

[object Object]

– At júst hetta felagið setti seg í samband við HB og meg, kom eitt sindur óvart á. Teir hyggja nógv eftir hagtølum, og tað var soleiðis at teir fyrst gjørdust varugir við meg. At enda stóð tað millum meg og fimm aðrar miðverjar, og tað endaði so við, at teir valdu meg, sigur Samuel Chukwudi við heimasíðuna hjá HB.

Hóast Samuel bert er 18-ára gamal, er ætlanin at hann skal gerast fastur partur av besta liðið felagsins. Fyrsta tíðin skal brúkast til skaðaviðgerð, endurvenjing og at venja seg við umstøðurnar. Og um alt hetta lagar seg, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

72 Leygardagur 05. februar 2022

Føroyameistararnir vitja á Skála í fyrsta umfari

Landskappingin 2022 í Betri Deildini hjá monnum er nú kunngjørd. 1. umfar er á skránni vikuskiftið 5. og 6. mars. FM-steypið verður handað leygardagin 22. oktober

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin 5. og sunnudagin 6. mars verður hol sett á fótbóltslandskappingina 2022 í Betri Deildini hjá monnum. Tríggir dystir eru á skránni leygardagin. 07 Vestur tekur ímóti Víkingi, og á Skála fáa uppflytararnir vitjan av føroyameistarunum úr KÍ. Triðji dysturin verður á Argjum, har AB fær vitjan av grannunum úr HB.

Sunnudagin 6. mars spæla EB/Streymur og NSÍ við Margáir í Streymnesi, og í Gundadali tekur B36 ímóti B68.

Síðan verður spælt mestsum uttan íhald til 2. juli, tá 15. og seinasta umfar í fyrru hálvu er á skránni. Í hesum tíðarskeiði vera tó tveir landsliðssteðgir, sum vera síðst í mars og fyrst í juni mánaði.

Lagt verður fyri aftur á ólavsøku, og tað serliga við hesum umfarinum er, at allir dystirnir verða spældir yvir fimm fylgjandi dagar. 27. juli tekur AB ímóti EB/Streymi, ólavsøkuaftan spæla HB og Víkingur, og ólavsøkudag fær B36 vitjan av Skála. Leygardagin 30. juli spæla NSÍ og 07 Vestur við Løkin, og 31. juli hittast KÍ og B68 við Djúpumýru.

Seinasta umfar í ársins landskapping hjá monnum verður leygardagin 22. oktober, og tá møtast liðini soleiðis: Víkingur–EB/Streymur, KÍ–B36, HB–NSÍ, 07 Vestur–AB og B68–Skála.

Skráin fyri Betri Deildina 2022 hjá monnum sæst her

Í steypakappingini verður innleiðandi umfarið 3. apríl. 1. umfar verður skírisdag, 14. apríl, og fjórðingsfinalurnar vera spældar 18. mai. Hálvfinalurnar eru á skránni 7. september og 5. oktober, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Um tað verður neyðugt við upp- og niðurflytingardysti, verður hesin spældur fríggjakvøldið 28. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

73 Leygardagur 05. februar 2022

Kvinnurnar leggja til brots við Stórá

Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvinnufótbóltur í fremstu deildini aftur at síggja í Suðuroynni. TB/FCS/Royn fær í fyrsta umfari vitjan av Víkingi tann 20. mars

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vøllurin við Stórá í Trongisvági verður á fyrsta sinni karmur um landskappingardyst í fremstu deildini hjá kvinnum, tá felagsliðið TB/FCS/Royn tekur ímóti Víkingi sunudagin 20. mars.

Leikskráin fyri Betri Deildina 2022 hjá kvinnum er nú klár, og fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvinnufótbóltur í fremstu deildini aftur at síggja í suðuroynni. TB/FCS/Royn, sum í fjør gjørdist nummar 2 í 1. deild hjá kvinnum, verður í ár at síggja í Betri Deildini.

Og tað verður felagsliðið hjá suðuroyingum, ið leggur fyri, tá landskappingin verður skotin í gongd sunnudagin 20. mars. TB/FCS/Royn fær hendan dagin vitjan av Víkingi.

Hinir tríggir dystirnir í 1. umfari verða spældir týsdagin 22. mars, og tá hittast liðini soleiðis: 07 Vestur–EBS/Skála, KÍ–B36 og HB–NSÍ.

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt 18. juni, og síðan verður herjað á aftur á ólavsøku. 27. juli spæla HB og Víkingur, og 07 Vestur og NSÍ. Ólavsøkudag hittast B36 og EBS/Skála, og 31. juli spæla KÍ og TB/FCS/Royn við Djúpumýru.

Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 22. oktober. Dystirnir í síðsta umfari eru hesir: NSÍ–KÍ, EBS/Skála–Víkingur, B36–TB/FCS/Royn og 07 Vestur–HB.

Í steypakappingini verður fyrsta umfar spælt 15. mai, og síðan vera fjórðingsfinalurnar 5. og 6. juni. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 10. august, meðan seinni hálvfinalurnar verða 15. september. Finalan verða á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

74 Leygardagur 05. februar 2022

Sølvi Egilsson skrivað nýggjan sáttmála

Sølvi Egilsson og 07 Vestur hava gjørt nýggjan sáttmála, sum inniber at 27 ára gamli sandavágsmaðurin verður partur av hópinum hetta komandi kappingárið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sølvi er millum mest spælandi leikararnar hjá 07 Vestur, við 170 dystum á besta liði felagsins. Hetta hóast hann øll árini hevur verið nakað darvaður av skaða. Soleiðis varð eisini í fjør, men hann fekk alíkavæl 18 dystur í Betri Deildini.

Hesi árini síðan hann breyt ígjøgnum á besta liðinum eftir at hava roynt seg í Silkeborg ímillum 2012 og 14, hevur hann víst seg rættiliga fleksiblan. Hann hevur sostatt spælt á nærum øllum plássum, undantikið í málinum, okkurt árið í miðverjuni, onkuntíð á miðjuni og eisini á høgra og vinstra bakki umframt sum kantspælari.

Nøkur mál eru eisini komin, og í fjør vóru tað til tvey, sum bæði vóru avgerandi á hvønn sín hátt. Tað fyrra í 1-1 javnleiki á útivølli móti B36, tá hann javnaði í 70. minutti. Tað seinna var enn meira avgerandi, tí tað gav øll trý stigini á Toftum, í 86. minutti. Sølvi stóð á røttum stað eftir horna og tá bólturin kom inn fyri aftur var hann klárur við handaru stong.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

75 Leygardagur 05. februar 2022

07 Vestur heintar álopsleikara úr Esbjerg fB

07 Vestur hevur gjørt avtalu við 19 ára gamla Mads Borchers, sum júst er komin til landið

(Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

07 Vestur hevur gjørt avtalu við Mads Borchers, sum eisini júst er komin til landið. 19-ára gamli áloyparin styrkir hópin hjá Michael Schønberg, sum nú byrjar at fáa skap.

Mads Borchers kom annars til Esbjerg fB úr SUB Sønderborg í 2017, sum 15 ára gamal, og fekk hann sín fyrsta dyst á besta liði í NordicBet Liguni í summar móti Vendsyssel. Hann er vanliga fremsti áleypari, men hann kann eisini leika longur afturi á vøllinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

76 Leygardagur 05. februar 2022

Mathias Voss til 07 Vestur úr Vejle

Vágamenn styrkja um liðið við enn einum ungum dana

Mathias Voss og høvuðsvenjarin Michael Schjønberg (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 07 Vestur verður arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasti leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spælir í donsku superliguni.

20 ára gamli Mathias er uppvaksin í Herning Fremad og síðani í FC Midtjylland, men flutti til Vejle har hann kom á akademiið. Í hesi tíðini fekk hann eisini nakrar dystir á donsku U18 og U19-landsliðunum, umframt debut á besta liðinum hjá Vejle, í steypakappingini.

- Ungi danin hevur spælt mest í høgru síðu, mest í verjuni, men eisini í høgru síðu á miðjuni, har vit helst skulu vænta at síggja hann hjá 07 Vestur, sigur felagið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

77 Leygardagur 05. februar 2022

Jens Erik skal venja tey ungu í HB

Miðvingurin við fortíð í HB skal vera við til at seta í verk ætlanina, sum fráfarandi ungdómsvenjarin í felagnum Mads Løvig hevur lagt til rættis

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin boðaði 07 Vestur frá, at tey tíverri mistu dugnaliga ungdómsvenjaran, Jens Erik Rasmussen, sum hevur vant teir yngru árgangirnar í Vágafelagnum í nøkur ár.

Týsdagin boðaði HB so frá, at fyrrverandi landsliðsleikarin verður ungdómsvenjari í stóra havnarfelagnum, sum Jens Erik sjálvur spældi fyri í nøkur tíðarskeið sum aktivur.

Undómsvenjarin í HB, Mads Løvig, segði seg herfyri úr starvi fyri at taka ímóti størri avbjóðingum í heimlandinum. Í staðin setir HB nú roynda miðvingin í starv at taka sær av ungdómsdeildunum, sum skilst saman við øðrum venjara.

HB skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Tað verður ikki eitt heilt ókent andlit, ið kemur at leggja okkara ungdómi lag á komandi árini. Tí Jens Erik Rasmussen verður partur av ungdómsvenjaratoyminum. Hann fer at hava yvirskipaðu ábyrgdina av árgangunum frá U9-U13.

Fyri teir vaksnu HBarnar er Jens Erik eitt kent andlit. Tekniskt dugnaligi miðvingurin hevur spælt við HB í trimum umførum. Fyrst eitt stutt tíðarskeið í 1986, síðan aftur í fyrru hálvu í 1992. Árini 1997-99 spældi hann eisini í HB, og var m.a. partur av krútsterka liðnum í 1998, sum vann greipuna.

Nú er hann so aftur í Gundadali. Hesa ferð sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið ungdómsvenjari í 07 Vestur, og síðani 2017 høvuðsungdómsvenjari, har hann hevur sett sín týðuliga dám á ungdómsarbeiðið í felagnum.

– Eg komi at hava yvirskipaðu ábyrgdina av U9-U13. Hetta er ein spennandi fasa í menningini, har man sleppur at forma spælararnar. Eg verði eisini at síggja á vøllinum, har eg fari at leggja ungu leikarunum og venjarunum lag á, sigur hann.

Ein partur av langtíðarætlanini hjá felagnum er at skapa eitt enn betri tilboð til ungar fótbóltsspælarar. Og her kemur Jens Erik at hava ein lyklaleiklut.

– Tað sum vit vilja skapa, er eitt umhvørvi bæði til tey, ið spæla til stuttleika, men eisini tey, ið vilja meira við fótbóltinum. So umframt at menna spælarar skulu vit eisini menna umhvørvið har vit fara at bjóða morgunvenjingar til tey yngru. Futsal verður eisini ein partur av tí, og hetta er við til at hækka tekniska støðið. Í longdini fara vit at síggja spælarar við enn betri teknikki og dynamikki. Bæði á dreingja- og gentusíðuni.

– Mads hevur lagt fundamentið, og eg skal so vera við til at leggja afturat. Hetta er ein langtíðarætlan. Í barna- og ungdómsfótbólti sært tú ikki úrslitini av menningini beinanvegin. Hetta krevur tol, sigur Jens Erik at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

78 Leygardagur 05. februar 2022

Oddur Olsen settur sum ungdómsvenjari í HB

Nú er tað ein klaksvíkingur og ein miðvingur - báðir við drúgvum royndum - sum standa fyri ungdómsvenjingini hjá Havnar Bóltfelag

(Mynd: hb.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ein klaksvíkingur og ein miðvingur, sum komandi árini koma at standa á odda fyri menningini av ungdómsspælarum í Havnar Bóltfelag.

Týsdagin boðaði felagið frá, at miðvingurin Jens Erik Rasmussen verður nýggjur ungdómsvenjari. Og sama kvøldið boðaði felagið so frá, at 41 ára gamli klaksvíkingurin, Oddur Olsen, verður “head of coaching” hjá eldru ungdómsleikarunum umframt at hann verður høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá monnum í 1. deild.

Við heimasíðuna hjá HB sigur Oddur Olden soleiðis:

– Leikluturin hjá mær er tvíbýttur. Onnur uppgávan er at vera hava yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum. Har verður tað uppgávan hjá mær at flyta leikararnar upp, og gera teir klárar til vaksnamannfótbóltin. Hin uppgávan verður so at vera høvuðsvenjari hjá 1. deild, sum er seinasta lopfjølin áðrenn tann heilt stóra pallin – Betri deildin.

– Í 1. deild er ein ungur hópur, og hesin skal so supplerast við nøkrum eldri leikarum, samstundis sum at vit spakuliga skulu slúsa U17-leikarar inn, tá hesir eru klárir, sigur Oddur.

Oddur hevur drúgvar royndir sum venjari, og fer nú undir sítt 12. kappingarár á rað sum venjari. Í 10 av 11 undanfarnu árunum hevur hann verið venjari í KÍ, har hann hevur verið um teir ungu leikararnar, og gjørt teir klárar til vaksnamannafótbólt.

– Hetta er ein spennandi uppgáva. Eg havi verið í KÍ í 10 ár, og tíðin búgvin til at royna nakað nýtt, og fáa nýggjan íblástur. Og so er tann ætlanin, sum HB nú leggur fram sera spennandi, og gevur meining fyri meg, sigur Oddur millum annað við hb.fo.

Talan er um hálvtíðarstarv, og sáttmálin er galdandi í tvey ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022

79 Leygardagur 05. februar 2022

Christian Eriksen gjørt sáttmála við Brentford

Mánadagin váttaði Brentford, at felagið hevur gjørt sáttmála við Christian Eriksen, sum hevur verið sáttmálaleysur seinastu tíðina

Danski miðvallarin hevur ikki verið at sæð í nøkrum dysti síðan 12. juni, tá hann small um í Parkini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri tveimum vikum síðani gingu søgur um, at Christan Eriksen fekk bjóðað sáttmála við enska fótbóltsfelagnum Brentford FC.

Síðan hann fekk hjartasteðg undir EM-dystinum móti Finnlandi 12. juni, hevur hann ikki spælt nakran dyst, og hann hevur síðani fingið ein hjartakvikil, sum er orsøkin til, at hann í desember mátti siga sáttmálan upp við italska Inter. Í Italia er nevniliga ikki loyvt at spæla við hjartakvikli.

Nú váttar Premier League-felagið so á heimasíðuni, at danski miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við teimum. Sáttmálin er galdandi fram til endan av kappingarárinum 21/22.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

80 Leygardagur 05. februar 2022

Dánjal setti føroyskt met á 200 metrum

Dánjal Dahl Ljósheim flutti í summar til Keypmannahavnar at lesa. Og í fyrstu kappingini, síðani hann flutti úr Føroyum, tók hann føroyska metið á teininum. Hann rann seg á mál við tíðini 23,25 sekund

(Mynd: Hvirlan.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dánjal Dahl Ljósheim tók føroyska metið í 200 metra renning í síni fyrstu kapping, síðan hann fór til Keypmannahavnar í lestrarørindum í summar.

Kappingin var í frælsa-høllini í Randers, sum er ein av trimum slíkum hallum í Danmark. Tað er stórur munur á, at sprinta 200 og 400 metrar inni í mun til úti, tí ein umgangur er bara 200 metrar inni, har hann er 400 metrar úti. Tað ger at svingini eru munandi krappari, tað setur serlig krøv til sprintaran, umframt at tað kostar tíð samanborið við kappingar úti.

Dánjal hevði trupulleikar við svingunum og misti nakað av ferð, men megnaði tó at renna seg á mál við tíðini 23,25 sekund, sum er 0,26 sekund skjótari enn føroyska metið. Harumframt er tað undir kravið hjá FÍF til oyggjaleikirnar summarið 2023.

Dánjal royndi seg á 400 metrum stutt eftir 200 metrarnar. Her kom hann stak illa frá byrjan, men fekk runnið seg framaftur. Síðstu 50 metrarnar misti hann nakað, og endaði tíðin við at blíva 52,43 sekund, sum er 0,78 sekund skjótari enn hann hevur runnið inni áður.

Dánjal er komin í ein sterkan bólk av sprintarum í felagnum Sparta, har hann dagliga venur. Venjarin er ongin annar enn Lars Pedersen, sum sjálvur var nærum einaráðandi í sprint fyrst í 90’unum. Lars hevur seinnu árini vant nógvar sterkar sprintarar, harímillum íðkarar, sum vóru partur av donsku 4×100 metra boðrenningunum á OL í Tokyo síðsta summar.

Tórur Mortensen kappaðist eisini í Randers. Hann hevur lopið sera væl í trýstøkk til venjing, harímilllum oman fyri 15 metrar við stuttari atrenning. Hann fekk tó ikki atrenning at sita, og tískil endaði hann við at leypa 14,84 metrar sum tað longsta. Tað er góðan 1½ metrar oman fyri oyggjaleikakravið, men meir týdningarmikið, so er hann langt fremst á danska styrkilistanum, sum liggur til grund fyri úttøku til landsliðið, sum skal til NM í mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

81 Leygardagur 05. februar 2022

Góð úrslit á Reykjavík Open

Svimjarin Bartal E. Eidesgaard vann fýra heiðursmerki í Rykjavík um vikuskiftið

Bartal E. Eidesgaard vann tvey gull, eitt silvur og eitt bronsuheiðursmerki á Reykjavík International (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyskir svimjarar komu heimaftur úr Íslandi við ikki færri enn 15 heiðursmerkjum, sum vórðu vunnin í svimjikappingini Reykjavík International 2022 farna vikuskiftið.

Svimjarar úr Havnar Svimjifelag vunnu tvey gull, sjey silvur og trý bronsuheiðursmerki, og svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag vunnu 3 bronsuheiðursmerki.

Serliga Bartal Erlingsson Eidesgaard hevði eitt slag av altjóða gjøgnumbroti her. Hann var tann mannligi svimjarin, sum vann flest heiðursmerki, nevniliga tvey gull, eitt silvur og eitt bronsuheiðursmerki.

Hartil vóru heiðursmerki eisini í yngra bólkinum.

Í 50 metra ryggsvimjing fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) bronsu, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) varð nr 5 í A-finaluni, og Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Bjørk L. Sørensen (2004, SuSvim) ávikavíst nr 1 og 7 í B-finaluni

Í 50 metra bringusvimjing fyri menn varð Rúni Dahl (2004, SuSvim) nr 7 í A-finaluni, meðan Heini Hansen (2004, SuSvim) og Fróði Hansen (2008, FS) vórðu ávikavíst nr 4 og 8 í B-finaluni

Í 50 metra firvaldssvimjing fyri kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) nr 6 í A-finaluni, meðan Elin Christiansen og Birita Vesturtún (2007, FS) vórðu ávikavíst nr 1 og 3 í B-finaluni.

Í 50 metra frísvimjing fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) silvur, meðan Bartal Debess (2002, SuSvim) varð nr 4 í A-finaluni

Í 400 metra frísvimjing fyri kvinnur vann Vár E. Eidesgaard (20021, HS) silvur, meðan Eyðrið Mortensen varð nr 4

Í 200 metra ryggsvimjing fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir silvur

Í 100 metra ryggsvimjing fyri menn vann Bartal Debess silvur, meðan Jónathan L. Sørensen (2006, SuSvim) varð nr 4 í B-finaluni

Í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur vórðu Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) og Birita Vesturtún ávikavíst nr 1 og 5 í B-finaluni

Í 200 metra bringusvimjing fyri menn varð Fróði Hansen nr 4 í finaluni

Í 100 metra firvaldssvimjing fyri menn varð Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) nr 2 í B-finaluni

Í 100 metra frísvimjing fyri kvinnur vann Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu, meðan Vár E. Eidesgaard varð nr 6 í A-finaluni, og Margit Højbro (2007, FS) nr 7 í B-finaluni

Í 200 metra frísvimjing fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard gull

Í 50 metra ryggsvimjing fyri menn vann Bartal Debess  bronsu í A-finaluni, meðan Teitur Winther (2005, SuSvim varð nr 2 í B-finaluni

Í 50 metra bringusvimjing varð Rebekka Róðinsdóttir nr 2 í B-finaluni

Í 50 metra firvaldssvimjing fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard bronsu í A-finaluni, har Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) varð nr 6, eisini í A-finaluni

Í 50 metra frísvimjing fyri kvinnur varð Alisa Vestergård nr 5 í A-finaluni, meðan Elisabeth Erlendsdóttir varð nr 8, eisini í A-finaluni

Í 200 metra blandaðari svimjing fyri kvinnur vann Eyðrið Mortensen silvur í finaluni

Í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir silvur í A-finaluni, meðan Elin Christiansen og Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) vórðu ávíkavist 5 og 7 í B-finaluni

Í 100 metra bringusvimjing fyri menn varð Rúni Dahl nr 7 í A-finaluni, meðan Fróði Hansen varð nr 5 í B-finaluni

Í 100 metra firvaldssvimjing fyri kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir nr 5 í A-finaluni

Í 100 metra frísvimjing fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard gull í A-finaluni, meðan Bartal Debess varð nr 1 í B-finaluni

Í 200 metra frísvimjing fyri kvinnur vann Vár E. Eidesgaard bronsu í finaluni, meðan Eyðrið Mortensen og Alisa Vestergård vórðu ávikavíst nr 5 og 7 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

82 Leygardagur 05. februar 2022

Úrslitini frá fyrru steypakapping

Tvey gullheiðursmerki til Støkk, eitt til Ljósið, eitt til Havnar Fimleikafelag umframt eitt felagslið í elsta aldursbólkinum. Tað eru úrslitini frá fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki, sum var í Høllini á Hálsi leygardagin

(Mynd: Jón K. Joensen / Fimleikasamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki var farna vikuskiftið í Høllini á Hálsi í Havn.

Í eldsta aldursbólkinum, kvinnur, var bara eitt lið. Talan er um eitt samansett lið av fimleikarum úr fleiri feløgum kring landið.

Leygardagin 5. mars verður seinna steypakappingin. Hon verður í Bylgjuni í Runavík.

Úrslitini frá kappingini leygardagin gjørdust hesi:

[object Object](Mynd: Jón K. Joensen)

Pinkur:
Nr. 1 gjørdist Nava hjá Støkk við 11,80.
Nr. 2 gjørdist Nora hjá HF við 11,07.
Nr. 3 gjørdist Auriga hjá Ljósinum við 9,47.


[object Object](Mynd: Jón K. Joensen)

Smágentur:
Nr. 1 gjørdist Norma hjá Ljósinum við 14,80.
Nr. 2 gjørdist Ara hjá Ljósinum við 14,35.
Nr. 3 gjørdis Urða hjá Støkk við 13,20.


[object Object](Mynd: Jón K. Joensen)

Gentur:
Nr. 1 gjørdist Mira hjá HF við 16,15.
Nr. 2 gjørdis Svalan hjá Støkk við 15,83.


[object Object](Mynd: Jón K. Joensen)

Unglingar:
Nr. 1 gjørdist Rósan hjá Støkk við 16,07.
Nr. 2 gjørdist Bjalla hjá HF við 15,88.


[object Object](Mynd: Jón K. Joensen)

Kvinnur:
Nr. 1 gjørdist Hera hjá FFS við 15,83.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

83 Leygardagur 05. februar 2022

15 føroysk met í Copenhagen Weightlifting Cup

Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði, Pól Hendrikur Andreasen, Sofus Bech og Maibrit Reynheim Petersen settu ikki færri enn 15 føroysk met

Maibrit Reynheim Petersen - 67 kg trekk
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fimm føroyskir vektlyftarar settu ikki færri enn 15 føroysk met í Copenhagen Weightlifting Cup síðsta vikuskiftið. Lyftararnir vóru Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði, Pól Hendrikur Andreasen, Sofus Bech og Maibrit Reynheim Petersen. 

Niels Áki Mørk (67 kg) er við sínum 19 árum yngsti føroyski lyftarin og kappaðist í junior-bólkinum ímóti tveimum sterkum týskarum og dananum Nicky Chenge. Í fyrstu royndini í trekk slepti hann stongini ov tíðliga, men hini bæði lyftini vórðu góðkend, harav tað besta var 90 kilo. Besta stoyt-lyftið var 110 kilo og harvið 200 kilo samlað. Niels Áki endaði á triðja plássi hjá juniorum og setti føroyskt met í trekk, stoyt og samlað í bæði junior- og senior-bólkunum, tvs seks met íalt.

Hinir tríggir mannligu lyftararnir settu íalt níggju føroysk met, eftir at hava betrað seg í bæði trekk, stoyt og samlað: Leif á Bøgarði (89 kg): 105 kg trekk, 131 kg stoyt, 236 kg samlað og 278 sinclair stig, ið er føroyskt met í sinclair

Pól Hendrikur Andreasen (73 kg): 94 kg trekk, 121 kg stoyt, 214 kg samlað og 276 sinclair stig 

Sofus Bech (96 kg kg): 102 kg trekk, 128 kg stoyt, 230 kg samlað og 263,3 sinclair stig.

Maibrit Reynheim Petersen (71 kg fl.) lyfti seg til eitt 10. pláss við seks út av seks góðkendum lyftum: 67 kg trekk, 87 kg stoyt, 154 kg samlað og 197,6 sinclair-stig, sum er hennara higartil besta. Hon lyfti í tekniskt góðum stíli nær við bestu lyft og fer væntandi at lyfta enn meiri í komandi kappingum. 

Venjarin hjá føroyingunum, Frank Petersen, fegnast um sjónligu framgongdina:

- Fleiri av lyftarunum hava longu kvalifiserað seg til DM. Lyftararnir lyfta betri og betri, og kiloini økjast. Eg vænti enn fleiri heiðursmerkir til føroysku lyftararnar hesaferð, sigur Frank Petersen. 

Í CWC verður lyft í vektflokkum, og til ber at seta met í hvørjum flokki. Vinnarin í kappingini verður funnin út frá sinclair-stigum, tvs at kappast verður tvørtur um vektflokkarnar. Ein lættur lyftari, ið lyftir lutfalsliga nógv, kann sostatt vinna samlaðu kappingina. Lyft varð í trimum bólkum: Junior, ungdóm og senior.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

84 Leygardagur 05. februar 2022

Silvurkapping í bridge í dag

Bridgesambandið hevur seinastu árini sett sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið og er hetta ein liður í tí. Í heyst var kapping í Sundalagnum og nú ein í Runavík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag verður Løkshøll i Runavík karmur um siðvandu Silvurkappingina í bridge. Navnið kemur av, at kappast verður um tey sonevndu silvurstigini, ið eru ein háttur at greiða frá, hvussu góðir bridgespælarar eru.

Stigini, sum vera latin til styrkilistan eru vanliga bronsustig, men í serligum kappingum, eitt nú hesari kunnu silvurstig latast og gullstig eru at vinna tá ið eitt nú dystir um føroyameistaraheitið vera spældir.

Bridgesambandið hevur seinastu árini sett sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið og er hetta ein liður í tí. Í heyst var kapping í Sundalagnum og nú ein í Runavík.

- Vit í Bridgesambandinum fegnast um at tað endiliga er loysnað við tilmælunum, so tað ber til at skipa fyri veruligum kappingum aftur og tað var hugaligt, at Runavíkar kommuna beinanvegin tók undir við at hava kappingina í Løkshøll. Hetta er heldur ikki einasta kapping, sum verður í Runavík, tí fyri páskir verður FM kappingin fyri pør spæld í Runavík, eisini hon við góðum stuðli frá kommununi, sigur Arne Mikkelsen formaður í Føroya Bridgesambandi.

Hósdagin høvdu 18 pør teknað seg til kappingina, teirra millum vinnararnir seinast, Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen. Freistin at tekna seg var í gjárkvøldið.

Einaferð vóru ikki færri enn sjey bridgefeløg í Eysturoynni, millum annað vóru oyndfirðingar rættiliga stinnir og stuttligt er at síggja, at onkur teirra heldur seg framat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2022

85 Leygardagur 05. februar 2022

Bengals og Rams skulu dystast í Super Bowl

Bæði liðini vóru aftanfyri í dystunum sunnukvøldið - Bengals við heili átjan stigum á útivølli móti Chiefs, sum hevur verið í Super Bowl trý tey seinastu árini. Rams verður vertur fyri stóra dystinum 13. februar

Joe Burrow varð mettur sum eitt tað størsta college-talenti nakrantíð. Quarterbakkurin sleit krossbandið í sínum fyrsta ári í NFL í fjør, men 25-ára gamli Burrow er av álvara komin fyri seg
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Annað árið á rað hevur eitt lið heimavøll í einari Super Bowl. Fram til í fjør var tað ongantíð hent áður, men Tampa Bay Bucaneers og Tom Brady vunnu seg í finaluna í fjør og vunnu hana eisini. 

54 tey fyrstu árini við Super Bowl hevði einki lið heimavallarfyrimun - tað fáa Rams nú, tí Super Bowl LVI (56) 13. februar verður leikt í Inglewood í Los Angeles-økinum. Næstan spildurnýggi SoFi-leikvøllurin, ið kostaði áleið 40 milliardir krónur at gera, var eisini karmur um NFC-finaluna farna vikuskiftið, aðru hálvfinaluna. 

Tað sá einki út hjá heimaliðnum, tá Jimmy Garoppolo fann George Kittle við kasti í triðja fjórðingi av dystinum, og 49ers løgdu seg á odda 17-7. Men Matthew Stafford og Cooper Kupp svaraðu aftur. Royndi quarterbakkurin, ið Rams rindaði nógv fyri at fáa síðsta summar, fann tíðliga í síðsta fjórðingi nummar tíggju, ið hevur verið ein av allarbestu leikarunum í NFL í ár í máløkinum (endzone) fyri aðru ferð í dystinum.

So var púra opið, og sterka verjan hjá Rams helt fast, og heimaliðið kom fram til tvey field goals, ið avgjørdu dystin. Liðið hjá Sean McVay er harvið í Super Bowl fyri aðru ferð uppá fýra ár, meðan teir í San Francisco kunnu irða seg um mistu leiðsluna, og at teir ikki komu í Super Bowl fyri aðru ferð uppá trý ár. 

Burrow og Bengals koppaðu Mahomes og Chiefs eftir comeback
Tað vóru stórfavorittarnir Kansas City Chiefs, ið vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki í AFC-finaluni. Patrick Mahomes spældi so at siga perfekt og kastaði trý touchdowns. Verjan helt eisini Joe Burrow og hinum heilt væl, og munurin í steðginum var heili 18 stig.

Móti endanum av grundspælinum komu Bengals afturíaftur móti júst Chiefs, eftir ein stóran innsats í seinna hálvleiki. Soleiðis var eisini í gjár. Mahomes og hinir fingu einki at rigga móti einari verju, ið tyktist at hava fingið nýtt lív, meðan Burrow og hinir ungu hjá Bengals vóru flúgvandi og skoraðu trý touchdowns á rað.

Tað eydnaðist heimaliðnum, ið spældi sína fjórðu AFC-finalu á rað, at javna við einum sparki í seinastu sekundunum, men í longdu leiktíðini gekk galið. Eins og í hádramtiska dystinum móti Bills vikuna undan, vunnu Chiefs lutakastið og harvið rættin at fáa bóltin fyrst, men tað endaði við einari interception, og so fluttu Burrow, Higgins, Chase, Mixon og hinir bóltin skjótt og væl, og fyrstaárs-skjúttin Evan McPherson gjørdi eins og síðsu viku, tá Bengals vóru undirtippaðir; hann skeyt eitt avgerandi field goal. Harvið skal liðið úr Ohio fyri fyrstu ferð í 33 ár spæla í einari Super Bowl.

Spælt verður um Lombardi-steypið sunnukvøldð 13. februar - mánanáttina 14. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2022

86 Leygardagur 05. februar 2022

Vann Australian Open og setti met

Spanski Rafael Nadal vann í dag 21. grand slam-meistaraheitið í Melbourne

Rafael Nadal fegnast her um sigurin í Melbourne (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Spanski tennisspælarin Rafael Nadal hevur vunnið Australian Open og samstundis sett nýtt met.

Í finaluni í Melbourne sunnudagin millum Nadal og russiska Daniil Medvedev gjørdust úrslitini 2-6, 6-7, 6-4, 6-4, og 7-5.

35 ára gamli Rafael Nadal hevur nú ognað sær 21 grand slam-meistaraheiti. Tað er fleiri enn bæði serbiski Novak Djokovic og sveisiski Roger Federer, sum ikki luttóku í kappingini í ár.

Áðrenn finaluna høvdu allir tríggir 20 meistaraheiti í part.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2022

87 Leygardagur 05. februar 2022

Einar Waag 75 ár

2. februar fylti Einar Waag, bryggjari og vinnulívsmaður í Klaksvík, 75 ár

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Bjór er lívsverkið hjá Einari. Í meira enn 50 ár hevur hann stýrt søguríku familjufyritøkuni, ið nú er eitt av elstu bryggjaríum í norðanlondum.

Við hegni og treiskni hevur stjórin stútt og støðugt megnað at tillaga fyritøkuna til hørðu og umskiftandi kappingartreytirnar. Og broytingarnar hava verið stórar hesi árini. Frá veikum til sterkari øl. Blikkini, serølirnar og sterkari løgurin. Tað ræður um við jøvnum millumbili at rætta kós og bróta upp úr nýggjum fyri at standa seg. Og tað ger hann framvegis, slóðar fyri og gongur ótroyttar leiðir, hóast hann er farin væl um pensjónsaldur. Gyltu whiskeydroparnir, sum renna úr tunnunum í dagførda og framkomna framleiðsluvirkinum eru seinasta nýbrotið í rúgvuni. Framvegis verður eisini hugsað um umhvørvið í menningini av framleiðsluni á Føroya Bjór, ið eisini slóðar fyri á hesum økinum.

Einar er vinnulívsmaður, men fram um alt forvitin fakmaður. Yrkisliga útsýnið fevnir víða, hann kennir rákið í tíðini, og evnini at hugsa øðrvísi hava altíð verið góð.

Útbúgvingina sum bryggjari tók hann í týska stórbýnum München í 1968.

Føddur 1. februar 1947 í Klaksvík. Einar er sonur Annelenu og Einar Frovin Waag. Barndómshúsið stendur framvegis á Fornagørðum, bara lítlan metur frá lokala familjubryggjarínum, sum bæði abbin og pápin eisini hava átt og rikið. Lívsleiðin hjá Einari var eisini tíðliga fyriskipað. Føroya Bjór kom inn við blóðinum, hann fekk tíðliga áhuga fyri fakinum, og sum hann onkuntíð hevur sagt, so hevði hann neyvan nakað annað val, tí heima við hús var ikki roknað við øðrum enn, at Einar skuldi lyfta familjuarvin. Í 1970 tók hann við stóru ábyrgdini sum stjóri, bara 23 ára gamal.

Føroya Bjór taldist longu tá millum elstu fyritøkurnar í landinum. Abbi Einar, fjøltáttaði hugsjónar og vinnulívsmaðurin Símun í Vági var í 1888 giftur við Karin Helena úr Funningsstovu í Havn, sama árið sum hann legði lunnar undir at bryggja føroyskt øl í kjallaranum í heiminum norðuri í Vági. Símun í Vági var við til at stovna Føroya Fólkaháskúla í 1899. Hann lat eisini tekna eyðkenda búmerkið av veðrinum, sum hevur verið ímyndin av bryggjarínum øll árini.

Sonurin Einar Frovin Waag (1894-1989) tók við eftir pápan og fór undir trongum umstøðum undir sodavatnsframleiðslu í 1935. Hann bygdi eisini nýtt bryggjarí nærhendis gamla bryggjaríið á Fornagørðum, har stórur eftirspurningur serliga var eftir tiltikna pilsnarinum og appelsinsodavatninum, og hann fekk eisini rættindini at framleiða Jolly Cola í Føroyum.

Seinastu 52 árini hevur nú 75 ára gamli Einar Waag við treiskum vilja og stórum tøkum fingið tað at borið til.

Tað hava verið spennandi tíðir.

Í 1980 bar aftur til at bryggja sterkari øl í Føroyum, og arbeiðið fór tá at ganga við fullari ferð. Við góðum treysti víðkaðu Einar og starvsfólkið á Føroya Bjór munandi um sína framleiðslu. Tað var eisini tá, at umhildna Veðraølin kom á marknaðin. Góða og fjølbroytta úrvalið av føroyskari framleiðslu hevur eisini vunnið fyritøkuni viðurkenning og bestu viðmæli, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Í 2011 var loyvi at bryggja sterkari enn 5,8 prosent. Tað víðkaði enn meira um møguleikarnar at virka. Við Einar's Distillery fór Einar eldhugaður undir framleiðslu av serføroyskum akvavitti, vodka, bitter, gin og whisky. Og fakið dugir hann til lítar. So seint sum í oktober í fjør fekk fimta whiskyfløskan frá Einar's Distillery bestu skotsmál frá Jim Murray í viðurkendu The Whisky Bible.
Einar hevur eisini verið við at ávirka og mynda tær rembingar, sum hava verið á marknaðinum.

Avbjóðingar hava sanniliga eisini verið á vegnum, serliga í soltnum tíðum, tá samfelagsmotorarnir hava verið noyddir at slakka av. Í teimum førum hevur rátt um at stýra hegnisliga og hava dirvið at taka neyðugar avgerðir. Einar hevur góða barlast, hann missir ikki fótafestið av tíðarandanum, og Føroya Bjór kom eisini væl burturúr sváru samfelagskreppuni í nítiárunum, tá stígur kom í búskapin og ein stórur partur av fólkinum misti arbeiði og flutti av landinum. Seinni rakti eisini altjóða fíggjarkreppan.

Einar er kanska fáorðaður, men tá ið tað verður seg smakk og góðsku á rávørum hugsar hann stórt. Hann hevur fylgt grundjónarmiðnum hjá abba sínum, at nýta allarbestu rávørur og tilfar í framleiðsluni. Hettar sæst eisini aftur í úrslitinum og skotsmálunum, ið Føroya Bjór hevur fingið.

Einar er stillførur maður, hann veiggjar ikki við ørmunum, har hann ferðast, men Føroya Bjór hevur hinvegin verið virkin og sjónligur samfelagsviðspælari øll árini. Fyritøkan stuðlar støðugt góðum átøkum, tað verið seg samfelagsligum, vinnuligum, umhvørvisligum ella ítróttaligum átøkum.

Einar plagar brosandi at siga, at hann trappaði niður fyri nøkrum árum síðan. Hann fer nú til arbeiðis klokkan hálvgum níggju, og ikki klokkan átta, sum hann plagdi. Arbeiðshugurin er kortini tann sami, sum hann altíð hevur verið. Føroya Bjór hevur seinastu ár framt stórar í íløgur í framtíðina, í framkomin framleiðsluhøli og framleiðslutól. Og tað er ríkiligt at takast við, tí menningin gongur skjótt í dag og tað er nokk at fáast við.

Í dag starvast 40 fólk á teimum fimm deildunum kring landið, í Havn, Klaksvík, Leirvík, Hoyvík og á Tvøroyri.

Einar hevur eisini nógv frítíðarítrív. Náttúran hevur altíð havt hansara stóra tokka. Tað verður seg plantir, urtir, fuglar og seyð. Serliga fer nógv tíð við at røkja seyðin á festinum, ið hann keypti aftur í familjuna fyri nøkrum árum síðani.

Einar er giftur Elisu Waag, og tey eiga dóttrina Anniku, sum er fjórða ættarlið á Føroya Bjór. Annika er matvørukandidat og bryggjari og arbeiðir sum virkisleiðari á Føroya Bjór. Abbabørnini eru trý, Elisa, Einar og Marjun.

Hjartaliga til lukku við degnum.

Starvsfelagarnir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2022

88 Leygardagur 05. februar 2022

Til minnis um Dánjal Samuelsen

Øll ítróttarfólk kendu Dánjal. Flestu onnur kendu hann eisini, tí Høllin á Hálsi er ein mentanardepil, og altíð sást hann til ymisku tiltøkini í høllini

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Heðin Mortensen

Tað er við stórari sorg, at vit gera kunnigt, at okkara góði vinur, Dánjal Samuelsen, brádliga er tikin frá okkum. Orðatakið “eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug. Lítið varnaðist tað okkum, at Dánjal ikki er millum okkara longur.

Dánjal byrjaði sum húsavørður í Høllini á Hálsi fyrst í øldini. Sum fráleið gjørdist hann leiðari á Ítróttarannleggum og umsat allar hallir og vøllir í kommununi. Eitt sera stórt og umfatandi arbeiðsøki við nógvum starvsfólkum og brúkarum. Allir hesir brúkarar vildu hava sítt, øll kendu Dánjal, og nærlagdur sum hann var, tók hann nógv á seg og megnaði altíð at finna loysnir.

“Ikki stemplað” stendur í klokkuskipanini hjá Tórshavnar kommunu í morgun útfyri hjá Dánjali Samuelsen. Heilt ónátúrligt, tá ein hugsar um, at júst Dánjal altíð var tøkur, um tað so var jólaaftan ella páskadag. Hann var altíð til taks, hann umsat eitt ómetaliga stórt arbeiðsøki og var helst tann í kommununi, sum hevði beinleiðis samband við flest brúkarar.

Áður var Ítróttaranlegg skipað í tveimum - vøllir íroknað Tórsbreyt og Tórsvøll, og so ítróttahallirnar íroknað Fimi, har Dánjal var leiðari á hallum. Fyri 5-6 árum síðan varð hetta lagt saman undir hansara leiðslu. Samstundis er økið vaksið nógv við teim nýggju hallunum - eisini í skúlunum - og Hoyvíksvølli. Har eru umleið 20 ársverk. Øll ítróttarfólk kendu Dánjal. Flestu onnur kendu hann eisini, tí Høllin á Hálsi er ein mentanardepil, og altíð sást hann til ymisku tiltøkini í høllini.

Í tílíkum starvi er trupult at vera øllum til vildar. Men um tað var torført, fann Dánjal altíð loysnir, hóast uppgávurnar vóru nógvar og fløktar. Dánjal helt ein høgan standard og fór væl um kommununar ognir. Hann var í øllum ein álitismaður, trúfastur og vitugur, ein góður starvsfelagi og ein góður vinmaður. Onki merkti hann meira enn ídni og arbeiðssemi.

Skjótt er Harranum um, verður sagt. Fróur og fegin til arbeiðis á morgni og burtur seinnapartin. Skelkurin er stórur. Saknurin er ómetaligur og vit drýpa høvur í sorg og samkenslu við tykkum Katrin, børnunum Arndis, John, Petur og Sissal og øllum tykkarra. Máttu tit funnið onkran ugga í, at vit øll inniliga syrgja við tykkum.  

Vit starvsfólk í kommununi fara stórliga at sakna Dánjal. Friður verið við minninum um starvsfelaga og vinmann okkara, Dánjal Samuelsen.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2022