Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 11. mars 2023 | Nr. 10 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Bert smávegis broytingar í veljarakanning

SíÐa 2

1 Leygardagur 11. mars 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Her kemur ov lítið burturúr

8. mars var gingin ein ársfjórðingur síðan vit valdu nýtt løgting, og harvið eisini nýtt landsstýri, ið varð skipað beint fyri jól.

Í sambandi við at fjórðingur av einum ári nú var farin síðani politiska skiftið og fastfrysti blokkurin skifti frá høgru til vinstru, hildu vit tað vera hóskandi at gera eina veljarakanning fyri at fáa staðfest hvønn veg politiska barometrið gongur.

Men, eins og vit høvdu illgruna um frammanundan, so gav henda veljarakanningin okkum ikki rættiliga nakað svar.

Veljaraflytingarnar eru so smáar – tað er bert 1,7 prosent av veljarunum í kanningini, sum hava flutt sína atkvøðu í mun til løgtingsvalið 8. desember – at tær ikki síggjast aftur, og slett ikki, tá óvissan fyri kanningina verður tikin við.

Veruleikin er jú tann, at landið hetta fjórðingsárið hevur koyrt í politiskari tómgongd. Uttan fíggjarlóg og hesaferð – at síggja til – eisini uttan áhuga fyri at trýsta politiskar ætlanir ígjøgnum beinanvegin.

Onkur av núverandi samgonguleiðarunum hevur havt á máli, at tað var ringasta tíðspunkt á árinum, at undanfarni løgmaður valdi at skriva út nýval, og tað hevur so verið brúkt sum umbering fyri, at so lítið er hent.

Tað er ikki fyrr enn nú, eftir at seinasta freist at leggja uppskot fram undan summarstøðginum, at vit hava fingið eina hóming av, hvørjar ítøkiligu politisku ætlanirnar hjá nýggja stýrinum eru.

Málið, sum hevur fingið mest umføðu, er uppskotið hjá formansskapinum um at gera nakrar málsligar broytingar í tingskipan og stýrisskipanarlóg, “sum áttu at verið gjørdar fyri langari tíð síðani”, sum ført hevur verið fram. Men tað er gott, at hetta nú verður gjørt.

Hvat vit so hava lært av hesum?, kann ein spyrja. Í fyrsta lagi – kanska – at tað gevur ikki stóra meining at spyrja veljararnar eftir í einum tíðarskeiði har politiska skipanin meira ella minni liggur í andaleypi.

Og í øðrum lagi, at við einki at gera fært tí so ikki veljararnar ímóti tær. Men tað kann ongantíð vera meiningin við at biðja um at sleppa at lova sær fram at valdinum.

Ein situr eftir við einum ófrættakendum illgruna um, at tíðin síðan valið er brúkt til at rætta skipanina inn, so at hon verður trimmað til nýggju umstøðurnar við sínum umskipanum av ráðum og – kanska – fyri at bremsa teimum átøkum, sum undanfarni blokkurin hevði sett í gongd.

Kanska er tað bara soleiðis í eini blokpolitiskari skipan, at tað tekur minst ein ársfjórðing ella meira at skifta stýri.

Kanska er tað als ikki blokpolitiska skipanin, sum er orsøk til, at so er.

Men undir øllum umstøðum er veruleikin tann, at tað tekur alt ov langt tíð at fáa politisku hjólini at mala aftur eftir eitt val, tá alt skal nullstillast og setast í gongd av nýggjum.

Um so er, so hava vit enn eitt argument fyri at sleppa okkum av við blokkpolitisku skipanina.

Tí her kemur ov lítið burturúr.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5050

    Lisnar síður: 19963

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 11. mars 2023

Bert smávegis broytingar í veljarakanning

Framsókn missir tingsess uttan at missa undirtøku

Við trimum valdum tingfólkum á seinasta løgtingsvali eydnaðist tað Framsókn at fáa tveir limir í landsstýrinum, Bjarna K. Petersen og Ruth Vang (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast Framsókn varðveitir somu umboðan á løgtingi, og hóast Ruth Vang, forkvinna er best umtókt av nýggjastu landsstýrisfólkunum, so missir flokkurin eitt umboð í nýggju veljarakanningini, sum Spyr.fo júst hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið.

Flokkurin stendur at fáa 7,5 prosent av atkvøðunum – tað sama sum á løgtingsvalinum 8. desember. Men hesaferð er tað ikki nóg mikið til at varðveita teir tríggjar tingsessirnar, vísir kanningin.

Tí Fólkaflokkurin, sum í kanningini gongur 0,9 prosentstig fram í mun til løgtingsvalið, fær við 19,8 prosentum seinast valda tingsess, og harvið sín sjeynda tingsess aftur.

Við einum tinglimi minni til Framsókn gerst meirilutin hjá núverandi samgonguni hin minst møguligi – 18 móti 17.

Ársfjórðingur farin – lítið hent

Tað eru nú gingnir tríggir mánaðir – ein ársfjórðingur – síðan vit valdu nýtt løgting. Men hesar tríggjar mánaðirnar hava ikki verið rembingar av týdningi í føroyskum politikki, og tað er helst eisini orsøkin til, at flytingarnar eru smáar í nýggju veljarakanningini.

Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur við 25,7 prosentum, og hetta er næstan eitt prosentstig minni enn á valinum.

Hinir tríggir av teimum fýra stóru flokkunum ganga allir eitt lítið vet fram í nýggjastu kanningini.

Sambandsflokkurin er framvegis næststørstur við 20,3 prosentum av atkvøðunum, ein framgongd á 0,3 prosentstig, Fólkaflokkurin gongur 0,9 prosentstig fram til 19,8 og Tjóðveldi gongur 0,5 prosentstig fram til 18,2 prosent.

Framsókn stendur, sum sagt í stað, og Miðflokkurin gongur eitt vet aftur til 6,3 prosent.

Eisini Sjálvstýrið missir undirtøku í mun til løgtingsvalið, og stendur nú á 2,2 prosentum.

Men allar flytingarnar eru so smáar, at tær liggja væl og virðiliga innan fyri óvissuna, sum er 3 prosent.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023

3
Leygardagur 11. mars 2023

Ruth Vang klárar seg best

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum fær nógv best ummæli frá veljarunum í nýggjastu veljarakanningini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ruth Vang er tann av landsstýrisfólkunum í nýggja landsstýrinum, sum klárar seg best. Veljararnir geva henni bestu ummæli.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Blaðið Vikuskiftið mikudagin 8 mars, vóru tey eisini biðin um at geva teimum einstøku av øllum níggju landsstýrisfólkunum karakter frá 1 til 5.

Fimm av landsstýrisfólkunum fáa oman fyri 3 og harvið yvir miðal, meðan fýra liggja undir 3.

Best klárar landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, seg. Ummælini, sum hon fær frá teimum 500 fólkunum, sum svaraðu kanningini, gevur eitt miðal á 3,39.

Tað er eitt rættiliga gott ummæli samanborið við undanfarnar kanningar av sama slag. Tá vit seinast spurdu hvussu landsstýrisfólkini hava klárað seg, tað var í august í fjør, var besta ummælið 3,31.

Sí kanning frá august 2022 

Næst Ruth Vang í nýggjastu kanningini kemur landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sum fær 3,30 og síðan Aksel V. Johannesen, løgmaður við 3,25.

Teir umboða báðir Javnaðarflokkin, og á fjórða plássi er enn eitt umboð fyri Javnaðarflokkin, Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, við 3,21.

[object Object]Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum, er væl umtóktur (Mynd: Sverri Egholm)

Síðan kemur Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, sum liggur sostatt beint oman fyri miðal, sum einasta landsstýrisfólk hjá Tjóðveldi.

Tey, ið liggja undir miðal eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum úr Tjóðveldi, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við løgmálum úr Framsókn, Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum úr Javnaðarflokkinum og ringast karakter fær Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnu- og samferðslumálum úr Tjóðveldi.

[object Object]Dennis Holm (Mynd: Sverri Egholm)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023

4 Leygardagur 11. mars 2023

Føroyingar tvíbýttir um fosturtøku

45 prosent halda, at fosturtøka skal bara vera loyvd í serligum førum, meðan 42 prosent halda, at vit í Føroyum skulu hava fría fosturtøku, vísir nýggj Spyr.fo-kanning, sum Portalurin og Blaðið Vikuskifti hava latið gjørt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hvør er tín støða til fosturtøku, ljóðaði spurningurin sum Portalurin setti 500 fólkum í einari Spyr.fo-kanning mikukvøldið.

45 prosent av teimum spurdu halda, at fosturtøka bara skal vera loyvd í serligum førum. 42 prosent halda, at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum, og 7 prosent halda at fosturtøka skal bannast.

Seks prosent siga seg ikki vita.

Tey, sum hava svarað, at fosturtøka skal vera loyvd í serligum førum, eru eisini spurd um hvør orsøkin skal vera. Her eru flest sum siga, at fosturtøka kann fara fram, um vandi er fyri lívi hjá mammuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Um hugt verður nærri at tølunum sæst, at samgonguveljarar - veljarar hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn - í nógv størri mun eru fyri fríari fosturtøku. 63 prosent av teimum, sum siga seg velja ein av samgonguflokkunum, halda at vit skulu hava fría fosturtøku. Hetta talið er 23 prosent hjá veljarunum hjá andstøðuni.

Kjakið um fosturtøku tekur seg javnan upp, og í vikuni fekk Aksel V. Johannsen, løgmaður, handaðar 2.000 undirskriftir frá føroyingum, við einari áheitan at dagføra fosturtøkulógina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

5

Størv

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024
6 Leygardagur 11. mars 2023

3,4 milliónir til Beran

Føroyingar lótu sunnukvøldið stóra upphædd til felagsskapin Beran, sum hevði stóra innsavning í Kringvarpinum

(Skíggjamynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Berin skipaði sunnukvøldið fyri innsavning í Kringvarpi Føroya í sambandi við at felagsskapurin er 20 ár. 

Tað eydnaðist at savna omanfyri tríggjar milliónir inn. 

Upphæddin var: 3.389.020 krónur.

- Fantastiskt. Eri eyðmjúk glað, og takksom, segði Odvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum.

- Hetta er virkuliga fantastiskt fyi Beran. Hetta fer at gera mun hjá Beranum. Vit kunnu hjálpa enn fleiri og vit fáa styrkt tilboðið vit hava og vit kunnu seta onnur átøk í verk, segði dagligi leiðarin.

Gjøgnum kvøldið vóru ymiskir vinningar avdúkaðir, og fleiri hepnir vinnarar vóru millum øll tey, sum valdu at stuðla. Stóra vinningin, sum var cruiseferð fyri tvey í 14 dagar, vann Jóna Rygshamar.

Tað ber framhaldandi at stuðla Beranum. Meira sæst um tað á berin.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

7 Leygardagur 11. mars 2023

Bygma Balslev enn einaferð metúrslit

Ársúrslitið gjørdist tað størsta nakrantíð, við einum avlopi á 24,3 milliónir

(Mynd: Balslev)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

2022 royndist væl hjá størsta timburhandli og byggibúð í landinum. Ársúrslitið gjørdist tað størsta nakrantíð, við einum avlopi á 24,3 milliónir krónur.   

Balslev Timburhandil & Byggibúð hevur síðstu árini haft góð og vaksandi ársúrslit, sum uttan iva stava frá góðu búskapargongdini og stóra eftirspurninginum eftir byggitilfarið frá byggivinnuni umframt frá privata húsarhaldinum. Stutt sagt er góða gongdin hjá Bygma Balslev ein spegilsmynd av konjunkturgongdini í samfelagnum. 

Hóast talan er um eitt gott úrslit hjá Bygma Balslev skal viðmerkjast, at Bygma Balslev í mars 2022 boðaði frá, at tey høvdu keypt Vágs Timburhandil, sum eisini er upplýst í leiðslufrágreiðingini. Sum vit lesa leiðslufrágreiðingina, so er rakstur og fíggjarstøða hjá gamla Vágs Timburhandli fyri 2022 nú íroknaður 2022 roknskapin hjá Bygma Balsev, og sum tískil ávirkar samlaðu tølini fyri 2022.

Stórur vøkstur í bruttovinningi og ársúrslit er nakað betri
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 65 milliónum í 2021 til 72,2 milliónir krónur í 2022. Ein vøkstur á 11 prosent.

Vit síggja eisini at starvsfólkakostnaðir er øktir 4,8 milliónir til 36,8 milliónir krónur í 2022.

[object Object]

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebitda, vaks 2,4 milliónir til 35,4 milliónir krónur í 2022.

Úrslitið eftir skatt í 2022 gjørdist eitt avlop á 24,3 milliónir krónur, sammett við 23,6 milliónir í 2021. Talan er tí um besta ársúrslit hjá Bygma Balslev higartil.

Fíggjarjavnin er øktur
Samlaði fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev øktist lutfallsliga nógv í 2022. Vøksturin var heili 36,8 milliónir krónur til ein samlaða fíggjarjavna í 2022 á 203,6 milliónir krónur.

Á ognarsíðuni sæst, at postarnir, sum øktust mest í 2022 vóru støðisogn við 13,7 milliónum, vørugoymslur við 16,9 milliónum og áogn við 12,2 milliónum krónum.

Eginpeningurin hjá Bygma Balslev var 121 milliónir krónur, harav 15 milliónir eru samtyktar at útluta til eigararnar.

Langfreistaða skuldin er økt úr 25,5 milliónum í 2021 til 43,8 milliónir krónur í 2022. Harumframt er eisini stuttfreista skuldin økt úr 25,4 milliónum krónur til í 2021 til 35 milliónir krónur í 2022.

Samanumtikið mugu vit ganga út frá, at økta fíggjarstøðan og økta langfreistaða skuldin helst kemst frá keypinum av Vágs Timburhandli, sum eisini sæst aftur í eini øktari støðisogn og ogn í umferð.

Niðurstøða okkara til roknskapin er, at talan er um eitt sera gott ár hjá Bygma Balslev, sum tó er merkt av keypinum av Vágs Timburhandli bæði á rakstrinum og í fíggjarstøðuni.

Bygma Balsev upplýsir í ársfrágreiðingini at 76 starvsfólk eru í fyritøkuni.

Tað er stóra og kenda danska fyritøkan Bygma A/S sum eigur Bygma Balslev.

Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter H. Christiansen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

8 Leygardagur 11. mars 2023

Rannvá Magnadóttir er ársins Brita

Tordi at standa fram tá ein listi við nøvnum í sonevndu ‘golden maps’ var í umferð

(Mynd: kvf.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóskvøldið 8. mars varð ársins Brita kosin á øðrum sinni í sambandi við kvinnutiltakið “Frú formaður”, sum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tað var Rannvá Magnadóttir, ið fekk heiðurin. Fyri, sum hin fyrsta, at tora at trakða fram og tala at, tá ein listi við kyndum av kvinnum, sonevndu ‘golden maps’, var í umferð á netinum. Hetta gjørdi hon á sínum Instagram profili. Sí leinki herundir.

Tað var Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum avdúkaði hvør varð kosin til ársins Britu. Hon segði soleiðis í grundgevingini:

“Treystið og dirvið hjá ársins Britu hevur verið við til at flutt okkara mørk og gjørt okkum meira búgvin sum samfelag. Ársins Brita gjørdi nakað heilt serligt, sum eisini kom øðrum til góðar. Tá samfelagið av órøttum álegði henni ábyrgdina av ágangi, nýtti ársins Brita sín egna pall at tala at og rópa varskó uttan at hava onnur at hella seg til. Treystið og dirvið hjá ársins Britu setti gongd á eina rørslu, sum síðan breiddi seg út í samfelagið.

Hennara opinleiki og hennara dirvi fekk øll at tosa um álvarsligu avleiðingarnar av talgildum harðskapi. Hon var fyrimyndarlig, hon var sterk og hon var ein uggi hjá nógvum, sum eisini vóru fyri talgildum harðskapi.

Ársins Brita var tann fyrsta í eini røð av kvinnum í Føroyum, ið sýttu fyri at gerast offur av talgildum harðskapi tá ein listi við nøvnum á kvinnum í sonevndu ‘golden maps’ var í umferð.

Ársins Brita stóð fram. Ársins Brita breyt tøgnina. Ársins Brita tók eina framsókna avgerð, hóast hon visti, at hetta kundi kosta henni.

Ársins Brita er Rannvá Magnadóttir”.

Skommin er ikki tykkara

Takkarrøðan, sum Rannvá Magnadóttir var stutt, men sterk. Hon segði soleiðis:

“Tá ið kvinnur verða vanvirdar ella offur fyri skemd, so er tað oftast kvinnan, sum skammast. Saman við mær brutu fleiri kvinnur tøgnina í mai í fjør, tá ið søgan um golden maps varð søgd í miðlunum.

Tær eiga ein stóran lut í hesum heiðrinum.

Men framvegis eru tað fleiri kvinnur, sum ikki vilja bróta tøgnina tá tær eru fyri órætti. Og til tær vil eg siga: Skommin er ikki tykkara. Takk fyri”.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

9 Leygardagur 11. mars 2023

Minking í ferðafólkatalinum fyri februar

Beint undir 18.000 fólk ferðaðust um flogvøllin í Vágum í síðsta mánaði. Hetta er til dømis 14,3 prosent lægri enn í 2020 - orsøkin er, at SAS ikki flýgur, sigur Regin I. Jakobsen

SAS hevur ikki flogið millum Føroyar og Danmark í vetur - hetta kemur í gongd aftur um mánaðarskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Uppgerðin fyri februar hjá Vága floghavn vísir, at talið av ferðafólkum var væl lægri, enn tað var árini beint áðrenn koronufarsóttin gjørdi um seg - serliga var munurin stórur samanborið við februar 2020, ið var seinasti vanligi ferðafólkamánaðin í langa tíð.

Sambært tølunum hjá flogvøllinum, ið Kringvarp Føroya hevur lagt fram, ferðaðust sløk 18.000 fólk - 17.993 - um fløgvøllin í Vágunum í februar 

Hetta eru 6,6 prosent færri enn í februar í 2019, og heili 14,3 prosent færri enn í februar 2020.

Orsøkin til lægru tølini, samanborið við árini áðrenn koronufarsóttin ávirkaði, er, at SAS ikki er í flúgving á Føroyaleiðini. Hetta sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, við kvf.fo.

SAS hevur gjørt fleiri broytingar í einari trongari tíð fíggjarliga hjá stóra skandinaviska flogfelagnum. Eftir ætlan verður SAS aftur í flúgving á Føroyaleiðini um mánaðaskiftið mars-apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

10 Leygardagur 11. mars 2023

- Landsstýrið gevur okkum fingurin

ST-hjálparfelagsskapir eru korruptir, og landsstýrismaðurin vil heldur sita heima og spæla við dukkur, sigur Anskar Hansen frá hjálparfelagsskapinum Eysturhjálp

Anskar Hansen (Mynd: Eysturhjálp)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Anskar Hansen, málarameistari í Klaksvík, sum í nógv ár hevur veitt hjálp til neyðstødd í Eysturevropa, er beiskur inn á landsstýrið, tí at hjálparskapurin, sum hann stendur fyri, ikki fekk part av pengunum, tá neyðhjálp til tey raktu frá jarðskjálvtanum í Turkalandi og Sýria og til krígsførsluna í Ukraina herfyri varð samtykt í skundi á løgtingi.

Royndi hjálparfelagsmaðurin harmast um at mong treingjandi ikki fáa lut í neyðhjálp, tí at “sosialistarnir”, sum manna sitandi landsstýri heldur vildu geva pengarnar til eina undirdeild hjá Sameindum Tjóðum at umsita.

Tí við at veita hjálpina gjøgnum ST-stonin UNHCR fara pengarnir heldur til lønir og korruptión enn til hjálp, skrivar Anskar Hansen í skrivi, hann hevur sent til miðlarnar.

Landsstýrismaðurin spælir við dukkur

“Landsstýrið gevur føroysku hjálparfelagsskapum fingurin” er heitið á greinini hann hevur skrivað, og sum kann lesast lesarin.fo

Les: Landsstýrið gevur føroysku hjálparfelagsskapum fingurin

Og hann er ikki blíður við “sosialistarnar”, sum nú manna landsstýrið. Og ikki minst við Bjarna Kárason Petersen, ið hevur neyðhjálp sum málsøki:

“Eg síggi soleiðis uppá tað, at tað einasta sum hastaði hjá hesari samgonguni tað var at fáa tømt játtanina fyri neyðhjálp sum skjótast, so vit, sum veruliga arbeiða fyri at hjálpa, onki kundi fáa og onga grund at søkja, og so kundi landsstýrismaðurin fyri neyðhjálp, framhaldandi sita heima og spæla við dukkur í sínum barsilsfarloyvi,” skrivar Anskar Hansen. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

11 Leygardagur 11. mars 2023

Bóru átjan mál í Løgtingið týsdagin

Og fleiri eru á veg, boðar Løgmansskrivstovan frá. Landsstýrisfólk løgdu mál um millum annað nýtt kampus til Setrið, útbyggingar á Rásini og Miðnám á Kambsdali. Hjálparpakki til fíggjarligar sperdar familjur er eisini ávegis

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasti framløgudagur í tinginum á hesum sinni vóru hósdagin, og í hesum sambandi bar landsstýrið 18 mál niðan í tingið, ið vórðu løgd fram á tingfundinum týsdagin.

Har vóru millum annað uppskot um umvælingar og útbyggingar av bygningum frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálu: Høvuðsumvæling av gamla Venjingarskúlanum á Fræslinum til nýtt kampus hjá Setrinum, útbygging av Rásini í Runavík og útbygging av Miðnám á Kambsdali.

Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum legði uppskot fyri tingið um hjálparpakka til fíggjarligar sperdar familjur, og eisini kom landsstýriskvinnan við umhvørvismálum við uppskoti til nýggja náttúruverndarlóg.

Um tvær vikur eru aftur framløgur á skránni, og tá skal landsstýrið eftir ætlan leggja á 16 onnur mál við 17 undirskriftum fram.

- Her kann millum annað nevnast uppskot um tillaging av tøkugjaldinum hjá alivinnuni og veiðigjøldunum í fiskivinnuni. Uppskot frá landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skulu samstarva við privatar íleggjarar um bústaðarverkætlanir. Hetta fer vónandi seta fer á bústaðarbyggingina og geva Bústøðum fríari ræsur at arbeiða. Somuleiðis kemur landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum niðan í tingið, við uppskoti til eina nýggja og dagførda kappingarlóg, skrivar lms.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

12
Leygardagur 11. mars 2023

Arbeiða við at byggja nýtt skip fyri Norðborg

Arbeiðið er ikki bjóðað út, men reiðaríið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum við nýggjum skipi

Arbeitt verður við einari nýggjari Norðborg (Mynd: Reiðaríið)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Enn er einki ítøkiligt, men arbeiðið er í gongd, og um eini tveir mánaðir veit man meira.

Tað sigur skiparin, Jón Rasmusen og ein av eigarunum á Norðborg, sum í løtuni arbeiðir við ætlanum um at fara undir at fyrireika eitt nýtt verksmiðjuskip, sum skal avloysa Norðborg.

- Ja, tekningar eru á borðinum, men enn eru vit ikki komin nóg langt til at siga nakað meira ítøkiligt um skipið, sigur Jón Rasmusen, skipari er partaeigari.

Tekningin, sum í løtuni er frammi, vísir eitt skip, sum verður 99,3 metrar langt og 21 metrar breitt, men enn er einki avgjørt.

- Tað er á tekniborðinum enn, og avgerð er tikin um at tað skal bjóðast út um nakrar mánaðir, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.

Norðborg er nú knapt 14 ára gomul, og tí er tað tíð uppá at hugsa um at gera eina íløgu í eitt nýtt skip, men enn er einki ítøkiligt at fortelja.

Slík skip verða bygd í Spania, Turkalandi ella í Noregi, men nógv flest verða bygd í Spania og í Turkalandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

13
Leygardagur 11. mars 2023

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru ásettar

Kvoturnar eru ásettar eftir sama leisti sum undanfarin ár

Dennis Holm, landsstýrismaður (Mynd: fisk.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2023 verður 483.042 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 1.251.403 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 14. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2023 verður 112.713 tons svarandi 22,05 prosent av mest loyvdu veiðu á 511.171 tons, sum strandarlondini samdust um á sama fundi í London.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

14
Leygardagur 11. mars 2023

Royna við trimum trolum

Nataarnaq er til eitt árs eftirlit hjá Mest í Havn. Skiparin, Dávur Mohr, letur væl at skipinum

Dávur Mohr (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Nataarnaq byrjaði fiskiskap 3. januar 2022, eftir at hann kom, sum nýbygningur av spanskari skipasmiðju, í desember 2021. Royal Greenland eigur trolaran, sum er systirskip við Avataq. Byggingin varð seinkað í umleið hálvt ár vegna koronu.

- Vit hava fiskað í eitt ár, og tað hevur gingið væl. Vit hava fingið 10.000 tons av rækjum. Harafturat skal sigast, at skipi hevur riggað sera væl, og vit hava onga tíð mist vegna trupuleikar, sum ofta stinga seg upp hjá nýggjum skipum. Seinkanin av byggingini gjørdi óivað sítt til, at maskinmenn og aðrir av manningini kendu skipið væl, tá vit fóru til fiskiskap, sigur skiparin Dávur Mohr.

- Skipið er nýtt, og manningin skal venja seg við útgerð og arbeiðsgongdir. Kortini hava vit megnað at hagreitt og fryst góð 100 tons um samdøgrið. Tað er gott, hóast verksmiðjan nokk megnar nøkur tons afturat, sigur hann. 

- Tá Nataarnaq byrjaði fiskiskap, fiskaðu vit fyrsta samdøgrið við einum troli. Alt var nýtt og skuldi standa sína roynd. So fiskaðu vit í umleið fýra mánaðir við tveimum trolum, fyri síðani at fiska við trimum trolum. Tað hevur riggað væl, men tað skal helst verða rímuliga góður botnur, tá vit royna við trimum trolum, sigur Dávur Mohr.

Nataarnaq er 82.3 metrar langur og 18 metrar breiður. Motorurin er ein 7200 KW MAN.

22 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið.

Nataarnaq er til eitt árs eftirlit hjá Mest í Havn. Eftirlitið tekur umleið tríggjar vikur.

[object Object]
Einasti føroyski rækjutrolarin, Arctic Viking, frá 1986, er 58 metrar langur og 13 metrar breiður. Hann hevur roynst væl, men er lítil við síðuna av Naraarnaq. 36 ár eru ímillum teir (Mynd: Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

15 Leygardagur 11. mars 2023

Styrktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging

Suðuroyar Sparikassi veitti 31 prosent av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum í 2022

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 milliónir krónur, sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 milliónir krónur. Grundraksturin øktist úr 3,7 milliónum í 2021 upp í 5,8 milliónir krónur í 2022, ella við 57 prosentum.

Útlánini hækkaðu við 5,0 prosentum í 2022, innlánini hækkaðu við 1,3 prosentum og risastórur vøkstur var innan realkredittfígging - heili 36 prosent. Í dag eru 25 prosent av øllum 1. veðrættum fíggjaðir við realkreditt – fyri fýra árum síðani var hetta talið 0.

- Í 2022 sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt, og við ársenda hevði Suðuroyar Sparikassi veitt 31 prosent av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

- Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið. Solvensurin øktist úr 22,2 prosentum upp í 22,3 prosentum. Vit eru enn í holtur við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 prosent, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu nú upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025.

Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 4,3 prosentstig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 25,0 prosent. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg røkka við vanliga rakstrinum.

Seinastu tíðina er rentan á realkredittlánum hækkað munandi, og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar av hesum. Hækkandi rentustøðið bar við sær eitt kurstap á 1,5 milliónir krónur í 2022, samanborið við ein vinning á 245.000 krónur í 2021. Altjóða rentan sveiggjar sera nógv bæði upp og niður orsakað av høgu inflasjónini, og tí miðbankarnir nýta rentuna sum vápn í stríðnum móti inflasjónini. Hetta ger tað trupult at meta um kursreguleringina í 2023. Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2023 verður positivt við á leið 3,0–3,8 milliónir krónur fyri skatt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

16 Leygardagur 11. mars 2023

Trygd 12,5 milliónir í avlopi í 2022

Hetta er í mun til eitt hall upp á 1,7 millión krónur árið í 2021. Skaðarnir í 2022 vóru á einum meira vanligum støði

(Savnsmynd. Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast 2022 hevur verið merkt av órógvi á fíggjarmarknaðinum, eru úrslitini hjá Trygd fyri 2022 sum heild nøktandi. Avlopið eftir skatt var 12,5 mió kr.

Talið á fráboðaðum skaðum hevur verið áleið tað, sum varð væntað við ársbyrjan í fjør, og harafturat hevur árið verið merkt av inntøkuvøkstri. Avlopið eftir skatt var 12,5 milliónir krónur, til samanberingar var úrslitið í 2021 eitt hall á 1,7 milliónir krónur.

Orsøkin til stóra munin millum úrslitini er, at 2021 var merkt av lutfalsliga stórum skaðum og stórum endurgjøldum, ímeðan skaðarnir í 2022 vóru á einum meira vanligum støði.

Óstøðugur marknaður
Fíggjarmarknaðurin hevur sum heild verið óstøðugur í farna ári. Høg inflatión, hækkandi rentur og ein meira óviss geopolitisk støða hava sett sín dám á 2022. Fyri Trygd hava hesi viðurskifti ítøkiliga ávirkað íløguúrslitið, ið var eitt hall á 4 mió. kr.

Eisini hevur høga inflatiónin havt við sær, at tað gerst dýrari at gera skaðar aftur. Trygd hevur tískil tillagað prísirnar í 2022.

Nøgdir kundar
Trygd strembar altíð eftir, at verandi og nýggir kundar eru nøgdir við tænastuna. Ein liður í hesi strembanini er, at Trygd javnan ger nøgdsemiskanningar. Niðurstøðan frá kanningini, ið varð gjørd í 2022, vísir, at kundarnir sum heild eru væl nøgdir við tænastuna, sum Trygd veitir – tað er serliga ráðgevingin og skaðaviðgerðin, ið kundarnir siga seg vera nøgdar við.

- Vit eru sum heild væl nøgd við 2022. Úrslitini eru nøktandi, vit hava fingið fleiri nýggjar kundar, og okkara kundar eru sum heild væl nøgdir við okkara tænastu. Harafturat hava vit eitt sterkt felag við eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur, sum ger, at vit kunnu veita okkara kundum góða tænastu og eisini tryggja framhaldandi kapping á tryggingarmarknaðinum í Føroyum, sigur Brian Smedemark, stjóri.

Roknskapurin í stuttum

• Ársúrslitið áðrenn skatt var eitt avlop á 15,2 mió. kr. samanborið við eitt hall á 2,1 mió. kr. í 2021.

• Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 12,5 mió. kr. samanborið við eitt hall á 1,7 mió. kr. í 2021.

• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 14,8 mió. kr. í 2022 og vóru tilsamans 155 mió. kr.

• Skaðaútreiðslurnar vóru 97,5 mió. kr. samanborið við 101,4 mió kr. í 2021.

• Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 57,2 mió. kr. samanborið við 55,3 mió. kr. í 2021.

• Skaðaprosentparturin lækkaði úr 75,2 prosentum í 2021 niður í 65,5 prosent í 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

17 Leygardagur 11. mars 2023

Saltinnihaldið metlágt í desember

Nýggjasta uppgerðin av saltmátingum frá Skopun vísa, at sjógvurin á landgrunninum aftur í vetur hevur verið lutfallsliga feskur við metlágum saltinnihaldi í desember

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Saltinnihaldið á landgrunninum broytist gjøgnum árið og er vanliga lægst um veturin, tá nógv avfall er. Harafturat eru langtíðarbroytingar, og tað er í stóran mun styrkin í subpolara meldrinum, sum stýrir hesum broytingum í hita og saltinnhaldi á okkara leiðum. Tá subpolari meldurin er veikur, kemur heitari og saltari sjógvur sunnanífrá til okkara leiðir. Hinvegin, tá meldurin er sterkur, kemur kaldari og feskari sjógvur meiri vestanífrá.

Subpolari meldurin styrknaði nógv eftir veturin 2014-2015, og saman við øðrum broytingum í Labrador- og Irmingerhavinum førdi hetta til metlágt saltinnihald í Íslandsdýpinum. Hetta sást aftur í mátingum hjá Havstovuni, har saltinnihaldið við Skopun og úti á opnum havi lækkaði sera nógv út á heystið 2016. Í 2017 og 2018 lækkaði saltinnihaldið eitt vet afturat soleiðis, at mátingarnar frá Skopun vístu fleiri metlág virðir hesi árini, men eisini um veturin 2019 og 2020. Hinvegin var saltinnihaldið útiá sum heild vaksandi í tíðarskeiðnum 2019-2021.

Í desember 2022 vóru mátingarnar frá Skopun aftur metlágar, og hetta samsvarar við fyribils mátingar frá Jákup Sverra í februar í ár, har grunnu støðirnar inni á Landgrunninum vóru feskari enn vanligt. Hesi tøl verða gjørd upp í næstum saman við øðrum mátingum frá 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

18 Leygardagur 11. mars 2023

Anna á Setrinum er ársins álitisfólk 2023

Starvsfelagið hevur valt Ársins álitisfólk 2023, og heiðurin fekk Anna Tórgarð, ið starvast á Fróðskapasetri Føroya

(Mynd: Finnur Justinussen / setur.fo)
SkrivaÐ:

Setur.fo

Á hvørjum ári velur Starvsfelagið ársins álitisfólk á teimum almennu stovnunum, sum felagið varðar av, og í ár er tað Anna Tórgarð, sum er vald sum besta álitisfólk.

Súni Selfoss, formaður, handaði henni skreytblað og blómutyssi á aðalfundinum hjá felagnum herfyri.

- Eg eri glað fyri viðurkenningina, og hetta gevur mær hug og árræði til at halda fram eitt sindur afturat, sigur Anna, nú nakrir dagar erui lidnir.

Anna arbeiðir sum próvbókasamskipari á Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum, og á heiðursbrævinum stendur soleiðis:

Anna fær heiðurin sum Ársins Álitisfólk 2023 fyri arbeiði sítt á Fróðskaparsetri Føroya. Um Annu kann sigast, at hon er álitisvekjandi, rólig og innbjóðandi at tosa við. Hon hevur við støðufesti vart limir felagsins, og er siðilig og diplomatisk mótvegis leiðsluni. Fyri hetta heldur nevndin, at Anna hevur uppiborð viðurkenningina sum Ársins álitisfólk.

Anna hevur ikki áhugan fyri fakfelagsarbeiði frá fremmandum, greiðir hon frá. 

- Mamma mín sat í nevndini í Havnar Arbeiðskvinnufelag um tað mundið, tá víðagitna Andrea Árting legði frá sær síðst í 70’unum. Heita evnið tá var líkaløn fyri kvinnur og menn, og tá kveiktist mín áhugi fyri fakfelagsarbeiði av álvara. Eg sat sjálv í somu nevndini eitt stutt skifti tíðliga í 80’unum, og eisini arbeiddi eg sum skrivstovufólk í Havnar Arneiðskvinnufelagi frá 1988-1993, sigur Anna, sum hevur verið álitisfólk á Fróðskaparsetri Føroya síðani á heysti 2018.

Tá vit spyrja, hvørja gleði hon hevur við sínum arbeiði sum álitisfólk, er hon skjót at svara:

- Gleðin kemur tær ferðirnar, ið eg føli, at ein ikki góð støða hjá einum starvsfelaga broytist til at vera ókey. Annars eri eg meira leitandi alla tíðina, ivist altíð í, um ein spurningur ella trupulleiki ikki kundi verið betur avgreiddur. Tá ið álitisfólk kemur uppí onkur viðurskifti millum starvsfólk og leiðslu, er tað ofta blivið trupult, og tá er ikki longur bara ein spurningur um at hyggja í lógir og reglur. Tí tað mesta duga starvsfelagar sjálvir at fáa greiðu á, sigur hon.

Men hvat er so uppskriftin til at blíva eitt gott álitisfólk?

- Eg veit ikki ordiliga um uppskrift, svarar Anna.

- Men tað er avgerandi at lurta væl. Tá ið ein starvsfelagi hevur onkran spurning ella trupulleika, er týdningarmikið at lurta væl og royna at finna grundina til tað, sum órógvar. Tú mást viðurkenna kenslurnar, men tó ikki lata tær stýra. Eg haldi, at álitisfólkið má royna at hyggja róliga at støðuni og minnast til, at eg umboði starvsfelagan. Og samstundis má ein royna at samstarva við leiðsluna, sigur Anna Tórgarð.

Kelda: setur.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2023

19 Leygardagur 11. mars 2023

Elisabeth skal avloysa Elina í Brússel

36-ára gamla Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast í uttanríkistænastuni síðani 2015 - seinastu árini við ábyrgd av ES- og handilsmálum

Elisabeth Rasmussen byrjar í starvinum um hálvan apríl. Elin Mortensen er farin í starv í føroysku fyrisitingini
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.

Hetta boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.

Um nýggju sendikvinnuna skrivar uvmr.fo, at hon er 36 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet, og at hon seinastu árini hevur starvast í uttanríkistænastuni síðani 2015.

Elisabeth hevur royndir við samstarva við ES, og at arbeiða við ymiskum altjóða málum. Seinastu fimm árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur m.a. leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum. Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

20 Leygardagur 11. mars 2023

Niels Olsen undirvíst í harmonikuspæli í 40 ár

Fríggjadagin varð hann heiðraður fyri trúgva tænastu í sambandi við starvsfólkadagin hjá Tórshavnar Kvøldskúla

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag fekk Niels Olsen heiðurstekin frá Tórshavnar kommunu fyri trúgva tænastu.

Tað fekk hann, tí hann í samfull 40 ár hevur undirvíst í harmonikuspæli á Tórshavnar Kvøldskúla. Á samkomu, sum varð hildin í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Kvøldskúlanum, handaði borgarstjórin, Heðin Mortensen honum heiðurstekinið.

– Niels Olsen hevur ikki bara ríkað næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla øll hesi árini, men allar føroyingar. Tey flestu munnu kenna Niels og harmonikuna úr Vestmonnum, kenda tónleikabólkinum úr Vestmanna. Tórshavnar kommuna ynskir Niels hjartaliga tillukku og takkar fyri trúgva tænastu og gott avrik, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

21 Leygardagur 11. mars 2023

Nýggj hádeild til Sankta Frans skúla fyri útvið 30 milliónir

Sáttmáli var í vikuni gjørdur millum Tórshavnar kommunu og HVT. Bygningurin verður umleið 1.100 fermetrar til støddar og skal byggjast á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á

Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk. Sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25 (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í eina tíð hava ætlanir verið um at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. Tórshavnar kommuna bjóðaði arbeiðið út, og í vikuni kunngjørdi kommunan, at 
arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT er undirskrivaður.

Tað var Húsavarðaratænastan (HVT), sum vann útboðið. Tórshavnar kommuna upplýsir, at sáttmálaupphæddin er 28,5 milliónir krónur.

- Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.

[object Object]Sáttmálin undirskrivaður...

[object Object]
Nakað soleiðis fer bygningurin at síggja út (Myndir: torshavn.fo)

Bygningurin er umleið 1.100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á. Tórshavnar kommuna skrivar, at í næstu viku verður byrjað at taka Stella Maris-húsini niður.

- Í hesum sambandi verða gjørd átøk soleiðis, at niðurtøkan órógvar sum minst ferðsluna í økinum, serliga um morgunin, tá nógv ferðsla vanliga er til Sankta Frans skúla, Sankta Jósef's barnagarð og miðbýin annars.Eisini verða atlit tikin til grannalagið, millum annað KFUK.

Sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

22 Leygardagur 11. mars 2023

Tríggjar milliónir til føroyskar filmar

Hetta kemst av slóðbrótandi samstarvsavtalu millum Filmshúsið og Betri. Stuðulin skal millum annað brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Filmshúsið og Betri hava gjørt avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi tríggjar milliónir krónur yvir næstu trý árini.

Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum. 

Fyri Betri snýr tað seg um at stuðla einari verkætlan, sum kann vera til gagns fyri fólk og samfelagið sum heild. Í tíðindaskrivi verður tað lýst á tann hátt, at stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Nú verða 3 milliónir so settar av til film.

- At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin er enn ikki á tí støði, sum í grannalondunum. Vit vóna, at okkara íkast kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli,

Hetta sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul. Saman við Filmshúsinum hevur felagið orðað endamálið við filmsstuðlinum.

Stuðul verður veittur til trý ymisk øki: 1. Størri verkætlanir - til framleiðslu og liðugtgerð. 2. Menning av verkætlanum - til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu. 3. Talentmenning - til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film.

- Tríggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, og er hetta veruliga eitt nýbrot,  sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum, sum fegnast yvir slóðbrótandi átakið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

23 Leygardagur 11. mars 2023

Føroyskur teknifilmur út í Evropa

Fyrsta føroyska barnateknifilmsrøð, “Tann óveruliga verðin hjá Aldu”, verður við í stórari messu í Svøríki

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Filmsteknirøðin “Tann óveruliga verðin hjá Aldu”, skal seinni í hesum mánaða vera við í stóru messuni M:brane, sum verður hildin í Malmö í Svøríki.

Talan er um eina messu og netverks-pall, sum verður hildin á hvørjum ári, har eitt nú filmar og filmsrøðir, serliga ætlað børnum og ungum millum 3 og 18 ár, verða sýnd fram fyri ákugaðum keyparum og íleggjarum.

Tað eru Tóki Jansson og Niels Jacob Kjærbæk úr BBB Movies saman við Jón Hammer og KYK Myndir, sum eru í gongd við at gera fyrstu føroysku teknifilmsrøðina fyri børn. Pilot-parturin, altso fyrsti partur, er júst liðugur.

“Tann óveruliga verðin hjá Aldu” snýr seg um seks ára gomlu Aldu, sum hevur eitt gott hugflog, og saman við dreymavini sínum fer á ymisk ævintýr, eitt nú til eina verð, har ein cowboy er gjørdur úr matvørum, og har tann sunni maturin er í stríði móti tí ósunna.

Sendingin er sloppin við til “main pitch” á M:brane, har góður møguleiki skuldi verið til at funni fígging til verkætlanina, verður sagt í tíðindaskrivi.

19 ára gamli Tóki Jansson gjørdist kendur innan fyri animatión, tá hann sum 14 ára gamal gjørdi røðina “Skúla Scam”. Saman við framleiðaranum Jonas í Dali Wagner bygdu tey upp eitt toymi við Niels Jacob Kjærbæk sum framleiðara og Ásu Pálsdóttir sum handritahøvund.

Í apríl í fjør stovnaðu Tóki, Jonas og Niels Jacob animatiónsfelagið BBB Movies, sum er framleiðari av Óveruligu verðini hjá Alduni, og sum hevur avtalu við Kyk Myndir hjá Jón Hammer sum høvuðsproducent. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

24 Leygardagur 11. mars 2023

Andrias Blaasvær vann Stella Polaris 2023

Teir elstu ungdómarnir kappaðust leygardagin

Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Dan Eyðun Karbech Saxov
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin var síðsti kappingardagur í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar, og hesaferð var tað í aldurbólkinum 19 til og við 24 ár. Kappingin var í Hátúni, sum er konsertsalurin í Tórshavnar Musikkskúla við Landavegin.

Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs ið skipar fyri kappingini.

Í alt tóku 61 børn og ung úr øllum landinum lut í kappingini. Hósdagin framførdu 23 luttakarar í yngsta bólkinum. Fríggjadagin framførdu 24 luttakarar í miðlingabólkinum og leygardagin kappaðust fjúrtan tónleikarar í elsta bólkinum.

Dómsnevndin í ár er sett saman av Elspu Samuelsen, Eyðuni á Lakjuni, Kristinu á Váli, Heiðruni Petersen og Andrasi Olsen, ið samstundis er formaður í nevndini.

Áðrenn Andras Olsen kunngjørdi úrslitið av kappingini, segði hann, at støðið í dag var sera høgt og serstakliga javnt, eins og tað var í yngru bólkunum hósdagin og fríggjadagin. Hann segði eisini, at støðið á ungu tónleikarunum í Føroyum hevur verið fyri stórari menning síðstu árini, bæði tónleikaliga eins og tekniskt. Hetta er fyrst og fremst einari vælvirkandi musikkskúlaskipan og dugnaligum tónleikalærarum at takka. Hann vísti eisini á týdningin av, at ungu spírarnir hava møguleika at kappast og mennast í einari kapping sum Stella Polaris. 

Úrslitið á Stella Polaris kappingini 2023 fyri ungar klassiskar tónleikarar í aldursbólkinum 19 til og við 24 ár bleiv:

Fyrsta virðisløn fór til Andrias Blaasvær á violin

Onnur virðirløn fór til Helenu Joensen á klaveri

Triðja virðisløn fór til Dan Eyðun Karbech Saxov á gittara

Sí eisini: Sannførandi spæl á fyrsta degnum av Stella Polaris

Sí eisini: Royndur urguleikari vann miðbólkin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

25 Leygardagur 11. mars 2023

Metstór føroysk luttøka á The Great Escape

Jazzygold og Frum eru løgd afturat, so tilsamans verða fimm føroysk nøvn við á altjóða tónleikastevnuni í Brighton

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Faroese Music Export, FMX, kundi fyri kortum boða frá, at Føroyar aftur fara at verða væl umboðaðar við heilum fýra tónlistafólkum á tí almennu skránni til The Great Escape Festival i 2023.

Marianna Winter, Brimheim og Æðrasoppar vórðu kunngjørd tá, meðan vit bíðaðu eftir einum fjórða tónlistafólki, ið skuldi kunngerast. Í vikuni gjørdist so greitt, at tað verða ikki fýra føroysk tónlistafólk á almennu skránni á The Great Escape, men heili fimm!

Tí at umframt Mariannu Winter, Brimheim og Æðrasoppar eru nevniliga bæði Jazzygold (Jasmin Mote, -red.) og Frum løgd aftrat á skránni.

[object Object]Jazzygold

Glenn Larsen, leiðari fyri FMX, stórfegnast:

- Hetta verður ein spennandi og hektisk vika fyri føroyskan tónleik. Vit vita, at umframt metnógv tónlistafólk eru á skránni til The Great Escape, so er hetta sama vikan, sum Reiley fer á pallin í Liverpool. Haraftrat er líkt til, at vit fara at hava tónlistafólk á Tallinn Music Week, sum eisini eru júst somu dagar.

Les eisini: Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winther til The Great Escape 

Um tónlistafólkini, ið koma á festivalin, sigur Glenn Larsen:

- Brimheim spældi eisini í 2022, men er nú boðin við aftur av The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Europa. Tær vórðu báðar bílagdar eftir, at bíleggingarstjórin hjá The Great Escape slapp at uppliva tær á G! Festivalinum í fjør summar. Eg eri sannførdur um, at tær fara at taka henda kjansin við báðum hondum.

- Jazzygold er væl í gongd við eitt internationalt átak, og afturljóðið og áhugin hava verið mikið góð, meðan Frum hevur eitt apparat aftanfyri seg, sum eg eri sannførdur um, at vit fara at fáa nógv burturúr á festivalinum.

[object Object]Frum

The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri henni, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum. Stevnan varð stovnað í 2006 og er vertur fyri einar 300 bólkar, býttir á 30 pallar um allan býin.

Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Europa og øðrum pørtum av heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni.

The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.

Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur. 

Tey fimm føroysku nøvnini á festivalinum í ár, Æðrasoppar, Brimheim, Marianna Winter, Jazzygold og Frum fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.

Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni.

Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
  

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

26 Leygardagur 11. mars 2023

Nýggj pláta: Heiðrikur tulkar Björk til jazz

Heiðrikur á Heygum hevur givið nýggja plátu út, ið kallast “Heiðrik Sings The Björk Song Book”.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er ikki júst ein vanlig pláta, men ein pláta har Heiðrikur tulkar løg hjá kendu íslendsku songkvinnuni Björk Guðmundsdóttir, ið hittaði hitlistarnar í 90-árunum.

Talan er um eina jazz tulkan av 10 løgum hjá Björk frá plátunum Debut (1993), Post (1995), Homogenic (1997), Vespertine (2001), Medulla (2004) og Volta (2007).

Ætlanin hjá Heiðriki við hesi plátuni er at byrta ljós á fantastisku jazz-sangskrivingina hjá Björk, og gera eina nýggja tulkan av ein av teimum mest fagnaðu listafólkunum í norðurlondum.

– Í nógv ár havi eg droymt um at tulka sangirnar hjá Björk, tí longu frá einum ungum aldri legði eg til merkis, at hennara løg og sanguppbygnaður hava íblástur úr jazzi. Tað eru nógv, ið hava ilt við at hoyra hetta vegna serstøku røddina og alternativu framleiðsluna av løgunum hjá Björk. Men eg havi sett mær sum mál at koma inn á beinið á løgunum og vísa tey vøkru jazz løgini, ið fjala seg har, sigur Heiðrikur

[object Object]

Saman við Heðriki hevur hann fingið teir bestu jazz-tónleikararnar í Føroyum at spæla løgini inn. Heðin Ziska Davidsen spælir gittar og framleiðir. Mikael Blak á bass, Magnus Johannesen á klaver og Per I. Højgaard Petersen á trummum. Heiðurslønti føroyski framleiðarin Janus Rasmussen (Byrta, Kiasmos) hevur mixað, og Finnur Hansen mastrað.

Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav sína næstu plátu “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlands, har hann eisini vann sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Flestøll kenna landaplágurnar “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying”.

Útgávukonsert við fullari manning verður í BláBar tann 15. mars. Plátan er at hoyra á stroymingartænastum so sum Spotify, iTunes osfr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

27 Leygardagur 11. mars 2023

Byrta aftur á pall

Spælir á G! Festivalinum í summar – nýggj útgáva er væntandi í næstum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tónleikabólkurin Byrta kollvelti føroyska popp-heimin fyri 10 árum síðan, tá sjálvnevnda fyrsta útgávan gjørdi tey til best umtókta bólkin her á klettunum.

Við løgum sum “Norðlýsið”, “Loyndarmál” og “Eydnan” gjørdist útgávan soundtrackið tað árið.

Í ár hátíðarhalda tey tíggju ára dagin við eini framførslu á G! Festivalinum, ið uttan iva verður ein ógloymandi elektropopp-veitsla, hetta verður somuleiðis einasta konsertin hjá Byrtu í summar.

Tey bæði, ið mynda Byrtu, songkvinnan og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir og tónleikaframleiðarin og tónleikarin Janus Rasmussen, eru sera virkin í øðrum bólkum og sum einstaklingar, men tað eru fimm ár síðan seinasta staklagið hjá Byrtu.

Frumútgávan hjá bólkinum vann tríggjar heiðurslønir á FMA tað árið, besta útgáva, besti bólkur og besti nýggi bólkur, og stakløgini, ið eru komin síðan "Í Tínum Eygum", "Hennara Dansigólv" og "Minnist Tú" hava somuleiðis fingið góða móttøku.

Tey  hava nú aftur verið í upptøkuhølinum og arbeitt við nýggjum tilfari og koma tí sterkt aftur í summar við nýggjum feskum elektropopp-tónum. Enn sum áður er tað alskurin fyri góðum popptónleiki, ið drívur verkið.

Hesa vikuna hevur G! kunngjørt fleiri føroysk tónleikanøvn, sum fara at spæla á festivalinum í summar..

[object Object](Savnsmynd)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

28 Leygardagur 11. mars 2023

Jonah Blacksmith á Summar Festivalin

Í 2021 stórhittaði Jonah Blacksmith við sanginum “House of Fire”, og sangurin skapti grundarlag fyri stóra gjøgnumbrotinum. Aðrir kendir sangir eru “Secrets In The Water”, “Brothers” og “Daughter of Jonah"

Brøðurnir í Jonah Blacksmith vóru í fjør á palli saman við Kára Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bólkurin, sum spælir modernaðan folk-rock, framførir á Vágsbø í august

Jonah Blacksmith er bólkur úr Thy í Danmark og spælir folk-rock. Brøðurnir Simon og Thomas Alstrup eru høvuðsmenn í bólkinum, og teir hava saman við einum systkinabarni og fýra øðrum tónleikarum skapt framúr góðan tónleikabólk, sum hevur fevnt fólkatónleikarock og givið tónleikinum hita, lív og kenslur.

Jonah Blacksmith hevur síðan 2014 útgivið fýra ummælararóstar útgávur, og teir hava verið nógv spældir í útvarpi. Nú hava teir tikið næsta stigið og skulu í summar spæla útseldar konsertir á stórum spælistøðum kring Danmark, umframt at teir spæla á kendum festivalum. Og so koma teir fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla.

Í 2021 stórhittaði Jonah Blacksmith við sanginum “House of Fire”, og sangurin skapti grundarlag fyri stóra gjøgnumbrotinum. Aðrir kendir sangir eru “Secrets In The Water”, “Brothers” og “Daughter of Jonah”.

– Vit skriva persónligar sangir, sum hava týdning fyri okkum – sangir um okkara egna lív. Og vit halda, at tað gevur okkum eina kenslu av felagsskapi við okkara lurtarar, at sangirnir eru so viðkvæmir og persónligir, siga høvuðsmenninir í Jonah Blacksmith.

Jonah Blacksmith spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

29 Leygardagur 11. mars 2023

Føroyarmeistarar í karaoke funnir

Eva Hjelm Aanesen og Edvin Niclasen skulu umboða Føroyar í Panama í november

Eva Hjelm Aanesen og Edvin Niclasen
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið var føroyarmeistarakappingin í karaoke í Glitnir í Havn, har 12 luttakarar kappaðust um at gerast føroyameistari í karaoke.

Tveir vinnarir vórðu funnir – Eva Hjelm Aanesen og Edvin Niclasen, og tey skulu umboða Føroyar á heimspallinum í Panama City, í november.

Fyriskiparar siga seg vera ovurfegnir um stóra luttøkuna, og vóna teir, at tað verður líka væl umtókt framyvir. Nú byrja fyrireikingar til heimskappingina, og Føroyar eru fyrsta landið, ið hevur funnið sín meistarar, verður sagt í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

30 Leygardagur 11. mars 2023

Nú kemur Føroysk bókmentasøga 2

Fyrsta bind, sum kom út í 2011, rakk til aldaskiftið 1900. Í hesum bindinum førka vit okkum inn í nýggju øldina, tá føroyska bókmentaøkið av álvara fór at blóma

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin var útgávutiltak í sambandi við at Føroysk bókmentasøga 2 komur út.

Fyrsta bind, sum kom út í 2011, rakk til aldaskiftið 1900. Í hesum bindinum førka vit okkum inn í nýggju øldina, tá føroyska bókmentaøkið av álvara fór at blóma.

Føroysk bókmentasøga 2 fevnir um tíðarskeiðið 1900 til 1939, og hetta tíðarskeiðið er stórur vøkstur í bókmentum, ikki minst veksur talið av tekstsløgum. Rák uttan úr heimi seta síni frámerki á føroyskar bókmentir, føroyskt mál tekur seg fram, og trúartekstir gerast føroyskir. Harafturat fær týðing alt størri týdning. Hetta er somuleiðis tíðarskeiðið, tá føroyskar barnabókmentir verða floygdar við søgum, sangum, barnablaði og myndprýðingum til børn.

Í hesum bindinum taka fagurbókmentir dik á seg. Hetta er tíðin, tá høvundar sum Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, William Heinesen, Christian Matras, Mikkjal á Ryggi og aðrir stíga fram. Í bókini verða útgávur og verk lýst og greinað, sum kasta ljós á evni, ið hava upptikið føroyskar høvundar í eini tíð við kríggi, umfarsóttum og kanska eini tilveru í útlegd, men eisini við stórari samfelagsligari framgongd. Hetta var samstundis tíðarskeiðið, tá kvinnur fingu valrætt, og børn vóru viðurkend sum bólkur við bókmentaligum tørvi og áhugamálum.

Talan er um eitt stórt verk, sum telur knappar 800 blaðsíður. Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, professarar á Føroyamálsdeildini, hava lagt verkið til rættis og skrivað meginpartin. Aðrir høvundar eru Kirsten Brix og Leyvoy Joensen.

Bókin verður at fáa til keyps í bókahandlunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

31 Leygardagur 11. mars 2023

Veljararnir flýggja frá Mette Frederiksen

Afturgongdin er so stór, at Voxmeter valdi at eftirkanna øll tølini av nýggjum fyri at tryggja sær, at tað ikki feilur í skipanini

Mette Frederiksen stendur til at missa 22 tingfólk sambært nýggjastu veljarakanningini (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í nýggjastu veljarakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt í Danmark, ganga sosialdemokratarnir so nógv aftur, at greiningarstjórin í Voxmeter, valdi at eftirkanna øll tølini av nýggjum. Slík afturgongd er ikki sæð í veljarakanningum fyrr.

Í kanningini fáa sosialdemokratarnir 18,6 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd á 8,9 prosentstig, samanborið við valúrslitið 1. november. Tað svarar til, at flokkurin missir 17 tingfólk og gongur aftur úr 55 niður í 33 tingfólk.

Meginparturin av afturgongdini er hend innan fyri eina viku. Í mun til kanningina, sum varð gjørd eina viku frammanundan, er talan um eina fturgongd á 5,4 prosentstig.

Tað er ógvuliga sermerkt, at ein flokkur gongur 5,4 prosentstig aftur upp á bara eina viku, sigur Anna Midtgaard Christensen, greiningarstjóri.

- Eg minnist ikki at hava sæð eina so stóra flyting upp á eina viku, sigur hon við Ritzau.

Hon greiðir frá, at tey á stovninum hava eftirkannað dáturnar fleiri ferðir fyri at tryggja, at tað ikki er gjørt nakað mistak í innlesingini.

Ógvusliga fallið á stuðlinum til flokkin hjá Mette Frederiksen er komin hesa vikuna eftir at Fókatingið í farnu viku atkvøddi fyri at niðurleggja dýra biðidag.

Eitt annað, sum kann vera viðvirkandi til vánaliga úrslitið hjá sosialdemokratiska flokkinum kann vera uppskotið um at umskipa universitetsútbúgvingarnar, sum varð lagt fram í farnu viku.

Nýggjasta veljarakanningin hjá Voxmetar byggir á telefonsamrøður við 1.015 tilvildaliga útvaldar veljarar yvir 18 ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

32 Leygardagur 11. mars 2023

Ferð kemur á at útbyggja fjarhitanetið

Næstu árini skulu einir 5.000 bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hita frá steinolju til burðardyggar hitaskipanir. Fíggingarloysn við Betri Banka og Betri Pensjón ber við sær, at tað kemur ferð á at útbyggja fjarhitanetið

Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, og Olav Guttesen, sjóri í Betri Banka
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fjarhitafelagið hevur fingið til vega eina føroyska fíggingarloysn, har Betri Banki og Betri Pensjón koma at fíggja víðarimenningina og útbyggjanina av tí grøna orkuskiftinum hjá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu. Fíggingarloysnin ber við sær, at tað kemur ferð á at útbyggja fjarhitanetið.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið eina haldgóða og trygga loysn við einum føroyskum banka og pensjónskassa við góðum treytum, sum gera, at vit kunnu halda fram at útbyggja grønu orkuveitingina komandi árini, sigur Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Næstu árini skulu einir 5.000 bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hita frá steinolju til burðardyggar hitaskipanir. Tað eru góð 10 ár síðan, at byrjað varð at leggja fjarhita í kommunalar bygningar. M.a. kunnu nevnast at Svímjihøllin í Gundadali, Musikkskúlin, Skúlin á Fløtum, Glasir og nógvir stovnar annars eru á fjarhitanetinum. Gistingarhúsini Hotel Brandan og Hotel Hilton hava eisini fingið sær fjarhita. Komandi tíðina skulu m.a. Gundadalshøllin, Fimi og Landsjúkrahúsið knýtast í fjarhitaskipanina.

- Hendan avtalan er í tráð við okkara virksemi annars, har vit leggja dent á burðardyggar íløgur, og vit eru tí eisini sera glað fyri at viðvirka til at flyta Føroyar á eina burðardygga leið, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Ætlanin er, at í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur. Tað merkir, at CO2-útlátið verður minkað við eini helvt í mun til 2016. Í løtuni eru umleið 1.700 brúkarar bundnir í fjarhitaskipanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

33 Leygardagur 11. mars 2023

Nýggj slóðbrótandi orkuskipan til Elektron

Hitin frá hýsingarstøðini hjá Elektron verður endurnýttur og avloysir svarta orku. Loysnin verður klár í september mánaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Eg fegnist um, at vit, við nýggju orkuloysnini, kunnu minka munandi um beinleiðis oljunýtsluna longu í 2023. Hetta er ein týðandi liður hjá okkum í at røkka einum null‐útláti um fá ár, sigu Ulla Joensen.

Í februar mánað 2023 undirskrivaðu Elektron og Renovent sáttmála um nýggja, slóðbrótandi orkuskipan. Talan er um orkuloysn, har hitin frá hýsingarstøðini verður endurnýttur og púra avloysir sokallaða svarta orku. Loysnin verður klár at taka í nýtslu í september í ár, og ráðgevandi verkfrøðingar eru Melcon, fyrr Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar.

Fyrst og fremst skal skipanin køla og viðgera luftina í hýsingarstøðini, soleiðis at hýsingarstøðin altíð hevur best møguligar umstøður. Avlopshitin frá kølingini verður síðani nýttur til upphiting av bygninginum. Um veturin fer skipanin væntandi at koyra við fullari megi, meðan tað verður mett, at hitaendurvinningin verður sløkt ein stóran part av summarinum.

Tí verður væntandi ikki bert talan um at spara olju, men eisini el.

Verkætlanin
Melcon stendur fyri verkætlanini, og hevur gjørt útboðstilfar. Tríggir veitarar bjóðaðu upp á verkætlanina, og valið fall á Renovent. Arbeiðið er farið í gongd, og loysnin verður eftir ætlan klár at taka í nýtslu í september 2023.

Farið varð í gongd við at seta orð á verkætlanina í juni 2021.

- Upprunaliga settu vit okkum í samband við Melcon, tí ventilatiónsskipanin, ið ikki er dagførd síðan í 80’unum, trongdi til eina kerliga hond. Rættiliga skjótt fór man tó at hugsa, at nú man ger broytingar, hví so ikki hugsa størri? sigur Kristjan Petursson, deildarleiðari á Elektron.

Hann heldur fram: - Verkætlanin broytti skap, frá at vera ein ventilatións‐verkætlan, til at vera ein orku‐verkætlan.

Elektron hevur størstu hýsingarstøð í landinum, so tað var nærliggjandi at hugsa tankan at endurnýta hitan, ið kemur frá henni.

Fara frá svartari orku til grøna orku
Við at endurnýta hitan frá hýsingarstøðini fer Elektron at spara uml. 42.500l av olju um árið.

- Vit fara við hesum púra frá svartari orku til at hita við. Bilarnir, tríggir í tali, resta tó í, men ætlanin er at teir seinast í 2025 skulu vera skiftir út við el‐bilar, Kristjan Petursson.

Elektron setir sær tískil mál á minst sama stigi sum fyritøkurnar í vinnuliga átakinum ”Burðardygt vinnulív”, sum stíla eftir grønari orku og el‐bilum í 2030.

Sigast skal, at Elektron fer framhaldandi at nýta olju til ein dieselgenerator, ið má vera tøkur um streymslit verður – hetta er ein trygd fyri viðskiftafólkini. Elektron hyggur tó eisini eftir øðrum loysnum í staðin fyri dieselgeneratorin. Nýggj tøkni kundi til dømis verðið ein brintdrivin generatorur, men hetta skifti verður ikki framt, fyrrenn vissa er fyri, at rakstrartrygdin er á sama stigi sum áðrenn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

34 Leygardagur 11. mars 2023

Ætla at seta 6000 sólpanel upp á Fútakletti

Pf. Luna ætlar at seta sólorkuskipan upp á tekjuna á Fútakletti. Umhvørvisstovan skal gera umhvørvisárinsmeting

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Pf. Luna ætlar at seta sólorkuskipan upp á tekjuna á smoltstøðina á Fútakletti.

Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður umleið 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.

Sambært grein 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

35 Leygardagur 11. mars 2023

Svenska Minesto letur væl at í Vestmanna

Svenska fyritøkan Minesto hevur havt mestu streymframleiðslu ein einstakan mánað 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Felagið, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, kunnar javnar um, hvussu gongur við hesi spennandi alternativu orkuverkætlan við sjóvarfalsorku.

Endamálið við verkætlanini er at royna nýggja sjóvarfalsútgerð, sum verður framleidd í Svøríki, í Føroyum og er avtala gjørd við SEV um at lata streymin frá framleiðsluni í Vestmannasundi og seinni eisini Hestfirði inn á netið hjá SEV.  

Í seinastu kunningini sigur Minesto, at streymframleiðslan hevur sett met ein einstakan mánað. Dreki 4 hevur roynst sera væl í nýggja árinum. Framleiðsluorkan varð munandi økt í desember í fjør og verður nú arbeitt við at seta upp næsta 100kw drekan av Dragon slagnum. 

Málið hjá Minesto, sum fer at menna og útbyggja verandi varandi orkuskipanina í Føroyum í hesum árinum, er at kunna nøkta ein stóran part av føroysku streymnýtsluni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2023

36 Leygardagur 11. mars 2023

Methøgar olju- og gassinntøkur í Noregi

Almenna Noreg tjenti 1.144 milliardir norskar krónur meira í 2022 enn árið fyri

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaðu inntøkurnar frá olju- og gassvinnuni vóru 1.457 milliardir krónur, vísa tøl frá Statistisk sentralbyrå. Taka vit so allar inntøkurnar hjá norska statinum í farna ári, so vóru tær 3.592 milliardir krónur, sostatt fylla inntøkurnar bara frá útflutningi av olju og gassi nógv.

Samanborið við 2021 vóru almennu inntøkurnar 1.144 milliardir krónur meira enn í 2022. Tað var 26 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Mett verður, at norski staturin fekk 884 milliardir krónur í skatti og serskatti frá oljufeløgunum í fjør. Tað var ein trýfaldan frá 2021. Eisini inntøkurnar frá oljufeløgum, sum staturin hevur ognarskap í vuksu til 530 milliardum krónum móti 182 milliardum árið fyri. 

Hóast methøgu inntøkurnar frá oljuvinnuni, eru tað framvegis skattir og avgjøld frá húsarhaldum, sum geva mest til landskassan. Í fjør 1.580 milliardir krónur, sum svara til 44 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

37 Leygardagur 11. mars 2023

Danmark fær fyribils búskaparráðkvinnu

Stephanie Lose verður nýggjur limur í donsku stjórnini meðan Jakob Ellemann-Jensen er sjúkrameldaður

Jakob Ellemann og Stephanie Lose (Mynd: Venstre)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heilsustøðan hjá formanninum í danska vinstraflokkinum ger, at Danmark nú hevur fingið eina fyribils ráðkvinnu við ábyrgd fyri búskaparmálum.

Tað boðaði Vinstriflokkurin frá í vikuni.

Tað er umleið ein mánaður síðani, at Jakob Ellemann-Jensen varð sjúkrameldaður frá sínum embæti sum verjumálaráðharri.

Síðan tá hava verjumál verið røkt av Troels Lund Poulsen, búskaparmálaráðharra.

Men hósdagin boðaði Jakob Ellemann-Jensen frá, at tað gongur ein tíð áðrenn hann er so mikið birgur, at hann kann átaka sær fulla ábyrgd av verjumálaráðnum aftur.

Og í hesum sambandi boðar Venstre nú frá, at 40 ára gamla Stephanie Lose verður fyribils ráðkvinna við búskaparmálum, meðan Troels Lund Poulsen verður verjumálaráðharri fulla tíð.

Stephanie Lose er næstforkvinna í Venstre, og hon er eisini forkvinna í Region Syddanmark, haðani hon nú tekur farloyvi meðan hon virkar sum ráðkvinna í donsku stjórnini.

Enn er óvist nær Jakob Ellemann-Jensen aftur tekur við sínum politisku uppgávum. Venstre skrivar soleiðis í fráboðan í morgun:

“Hvussu leingi Stephania nú skal virka sum ráðkvinna, vita vit ikki. Vist er tó, at formaðurin vendir aftur. Nú skal hann hava ta tíð, ið er neyðugt fyri at gerast raskur aftur, og so vendir hann aftur sum formaður og verjumálaráðharri, so skjótt hann er klárur.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

38 Leygardagur 11. mars 2023

Hvítabjørn fekk stoyt og doyði

Ung hvítabjørn í djóragarðinum í Keypmannahavn beit ein el-kaðal yvir

(Mynd: København Zoo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein ung hvítabjørn í djóragarðinum í Keypmannahavn lat lív týsdagin eftir at hon hevði fingið ein ravmagnsstoyt.

Tað skrivar dr.dk, ið hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá København Zoo.

Hvítabjørnin, ein ung hon, breyt eitt portur upp og fekk atgongd til eitt el-skáp, har hon beit í ein el-kaðal og fekk stoyt, skrivar djóragarðurin.

- Hvítabjarnir eru ógvuliga forvitnar og sterkar. Tað fekk tíverri vanlukkuligar avleiðingar í hesum føri, sigur stjórin á djóragarðinum, Mads Frost Bertelsen við heimasíðuna.

Hann leggur afturat, at tey ikki hava upplivað slíkar vanlukkur fyrr, og at tey tí nú fara at eftirkanna allar installasjónirnar í hvítabjarnagarðinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2023

39 Leygardagur 11. mars 2023

Fyrsti demokraturin bjóðar seg fram

Rithøvundurin og andaligi ráðgevin, Marianne Williamson, boðar frá, at hon stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024

Marianne Williamson á valfundi í New Hampshire í 2019 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleiri republikanarar, harímillum fyrrverandi forsetin, Donald Trump, hava longu boðað frá, at teir bjóða seg fram at gerast forsetavalevni hjá flokkinum, tá val aftur verður í 2024, og nú hevur fyrsti demokraturin eisini bjóðað seg fram.

Talan er um Marianne Williamson, ið er rithøvundur og andaligur ráðgevi. Sostatt er hon tann fyrsti demokraturin, sum bjóðar Joe Biden av.

Sitandi forsetin hevur enn ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla uppaftur, men 80 ára gamli Biden er tó komin við fleiri ábendingum um hetta.

Williamson sigur, sambært Ritzau, at tað ikki er Biden, hon bjóðar av men skipanina.

Hon bjóðaði seg eisini fram á forsetavalinum í 2020, men sum kunnugt endaði Joe Biden við at gerast valevnið hjá demokratunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

40 Leygardagur 11. mars 2023

– Afganistan er mest kvinnukúgandi landið í heiminum

Tað sigur ST í sambandi við altjóða kvinnudagin

Í Afganistan sleppa kvinnur ikki longur at fáa sær hægri útbúgving (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Afganistan er tað mest kvinnukúgandi landið í heiminum. 

Tað sigur ST í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars, sambært Ritzau.

Sambært ST-sendifólki í Afganistan, hevur tað verið ørkymlandi at sæð skipaðu átøkini, sum hava til endamáls at skumpa kvinnur og gentur í landinum úr almenna rúminum, síðan Taliban-stýrið tók valdið aftur í landinum í 2021.

Í dag eru kvinnur í Afganistan í roynd og veru avmarkaðar til at vera heima við hús. Tær sleppa ikki at vera í eitt nú viðarlundum, venjingarmiðstøðum og undirhaldsgørðum.

Kvinnur í Afganistan sleppa heldur ikki at longur fáa eina hægri útbúgving, og eru tær eisini trýstar úr stórtsæð øllum pørtum av arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru serlig krøv til, hvussu kvinnur skulu vera ílatnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2023

41 Leygardagur 11. mars 2023

Føroyar bastu Rumenia

Rumenia var omaná í seinna hálvleiki, men føroyingarnir hildu høvdið kalt og liggja nú væl fyri í bólkinum

Hákun West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gjørdist spennandi - alt ov spennandi - eftir steðgin í Høllini á Hálsi í kvøld, tá Føroyar og Rumenia mikukvøld spældu lykladyst í EM-undankappingini. 

Føroyar vóru á odda við seks málum í steðginum, men rumenska sjey móti seks spælið gjørdi tað trupult fyri føroyingar eftir steðgin.

Okkara hildu tó høvdið kalt móti endanum - millum annað Hákun West av Teigum, sum skoraði ellivu mál av høgra vongi.

[object Object]

Seks máls leiðsla í hálvleikinum

Føroyar spældu óvanliga væl í fyrra hálvleiki og tryggjaðu sær eina stóra hálvleiksleiðslu.

Verjan og málverjin vóru lykilin fyri Føroyar í góða fyrra hálvleiki. Nicholas Satchwell kom inn í føroyska málið, tá tíggju minuttir vóru farnir, eftir at Pauli Jacobsen hevði beklað.

Fyrrverandi Neista-málverjan tók fleiri enn helmingin av skotunum - í fleiri førum var talan um stórbjargingar.

Hákun West av Teigum var ógvuliga tryggur. Høgri vongurin vísti, hví hann í desember varð valdur sum heimsins besti ungi høgri vongur, og hví týska stórfelagð Füsche Berlin vildi hava fatur á honum. Hann skoraði 11 mál í dystinum. Í fyrra hálvleiki sjey mál upp á sjey skot.

[object Object]

Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023
Føroyar - Rumenia 28-26 (15-9)

Hósdagin vann Eysturríki 38-31 á Ukraina. Dysturin varð spældur í Coburg í Týsklandi.

Støðan í bólki 4
Eysturríki 6 stig 
Rumenia 2 stig
Føroyar 2 stig
Ukraina 2 stig

Leygardagin 11. mars
Eysturríki - Ukraina 
Rumenia - Føroyar

(Myndir: Sverri Egholm)

Fleiri myndir her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2023

42 Leygardagur 11. mars 2023

Øll vilja síggja landsliðið

Heimadysturin móti Ukraina 26. apríl er longu útseldur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Áhugin at síggja Elias, Hákun, Óla og hinar á føroyska hondbóltslandsliðnum er ovur stórur í hesum døgum.

Men hevur tú ikki longu ognað tær eitt atgongumerki til næsta heimadyst hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, so ert tú ov seinur. Tí í hóskvøldið var útselt til dystin millum Føroyar og Ukraina 26. apríl.

Atgongumerki hava staðið til sølu í longri tíð, men tað var ikki fyrr enn fyrrapartin hósdagin, at sølan veruliga tók dik á seg. Høllin á Hálsi tekur umleið 1500 áskoðarar.

[object Object](Mynd: Andrei Antal)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

43 Leygardagur 11. mars 2023

Peter Bredsdorff-Larsen og Hondbóltssambandið hava longt samstarvið

Verður landsliðsvenjari til og við januar 2026. Eitt endaspæl er avgjørt málið, staðfestir danin

Peter Bredsdorff-Larsen á tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hondbóltssamband Føroya bjóðaði inn til tíðindafund mánadagin, har sjóneyka varð sett á landsdystirnar móti Rumenia í hesi vikuni.

Størstu tíðindini vóru, tá stjórin í Hondbóltssambandinum, Hans Jón Thomsen, avdúkaði, at sáttmálin við Peder Bredsdorff-Larsen er longdur. 

Nýggi sáttmálin er galdandi til og við januar 2026. Tá er EM-endaspæl á skránni. Eitt endaspæl er málið í meningini, staðfestir landsliðsvenjarin, sum er væl nøgdur við menningina hjá føroysku spælarunum.

55-ára gamli danin tók við á vári 2021 og hevði upprunaliga ein tvey-ára sáttmála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

44 Leygardagur 11. mars 2023

Rumenia er greiður favorittur hesaferð

Heimavallarfyrimunur og søguliga styrkin hjá Rumenia viga meira, enn úrslitið mikukvøldið. Ein føroyskur sigur í lykladystinum í Rumenia í dag gevur peningin fýra ferðir ella meira aftur hjá stóru veddingarfyritøkunum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu royna at aftur koppa stóru rumenunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir vita, at tað verður ógvuliga trupult. Men teir trúgva uppá EM, og at tað fer at bera til at basa Rumenia á útivølli eisini. Hetta gjørdu høvuðsvenjari og nakrir spælarar í føroyska hópinum, ið spældu høvuðsleiklut móti Rumenia, greitt, tá Portalurin tosaði við teir eftir søta sigurin mukuvkøldið.

Rumenia má metast at vera størri favorittur til hendan dystin, enn liðið var til dystin í Høllini á Hálsi, hevði Peter Bredsdorff Larsen á tungu, og soleiðis er eisini.

Ein rumenskur sigur lá nakað omanfyri 1,60 mikudagin, meðan ein føroyskur gav peningin áleið tríggjar ferðir aftur. Til dystin í Bukarest liggur Rumenia á umleið 1,30-1,35 hjá fleiri av teimum stóru veddingaryritøkunum - Bet365 hevur tó heimaliðið á 1,40. Tað er eisini júst Bet 365, ið trýr mest uppá Føroyar: Har gevur ein endurtøka av útfallinum frá mikukvøldinum peningin júst fýra ferðir aftur. Hjá Danske Spil, Bwin og øðrum fer tað nakað uppum hetta.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

45 Leygardagur 11. mars 2023

Tveir nýggir í hópinum til Rumenia

Málverjin Pauli Jacobsen er skaddur. Hallur Arason fær nú møguleikan ístaðin fyri Róa á Skipagøtu

Sasha Lacok í dysti fyri U20 landsliðið. Hann skal verja føroyska málið í Bukarest saman við Nicholas Satchwell (Savnsmynd: Barald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveri nýggir mans vóru við í landsliðsferðalagnum, sum hósmorgunin fór av landinum við kós móti rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, at spæla hondbóltslandsdyst.

Spenningurin er stórur eftir flotta sigurin móti júst Rumenia í Høllini á Hálsi mikukvøldið.

Men í dag verður tað uttan Paula Jacobsen í málinum. Hann er skaddur, og er ikki við á ferðini. Heldur ikki ungi Rói Ellefsen á Skipagøtu er við. Rói á Skipagøtu kom ongantíð á vøllin í dystinum hóskvøldið.

Nýggir í hópinum eru ungi málverjin á Alexandar (Sasha) Lacok úr Neistanum og Hallur Arason úr VÍF.

Hallur varð úttikin til landsliðshópin, men var ikki ein partur av liðnum mikukvøldið. Nú fær hann so møguleikan ístaðin fyri Róa Ellefsen á Skipagøtu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

46 Leygardagur 11. mars 2023

Jústines Justinussen heiðurslimur í StÍF

Hetta varð kunngjørt á 80 ára gallaveitsluni hjá Stranda Ítróttarfelagi leygarkvøldið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jústines L. Justinussen er nú heiðurslimur í StÍF. Hetta hendi á 80 ára gallaveitsluni, sum bleiv hildin í bygdahúsinum á Strondum leygarkvøldið 4. mars.

Fagnaðurin var sera stórur, tá ið formaðurin, Rúni Rasmussen, kunngjørdi, at avgjørt var at tilnevna hann sum heiðurslim í StÍF.

Eitt heiðursskjal bleiv handað hondum við hesum teksti: “Við hesum verður váttað, at Jústines Leivssonur Justinussen er kosin av nevndini í St.Í.F. at vera heiðurslimur í Stranda Ítróttafelag. Hesin heiður verður latin Jústinesi Leivssyni Justinussen fyri hansara framúr og trúfasta arbeiði fyri St.Í.F. í mong ár sum leikari, venjari og ágrýtin stuðul.”

Jústines hevur verið og er framvegis sera virkin í StÍF. Hann er venjari hjá D14 og G10, og hann er altíð fúsur at hjálpa til og at leggja børnum og ungum lag á.

Leygarkvøldið fekk hann eisini eitt lívstíðarkort. Hetta kortið gevur atgongd til allar heimadystir hjá StÍF alt lívið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

47 Leygardagur 11. mars 2023

Uros tryggjaði 07 Vestur trý stig móti gamla felagi sínum

Áleyparin stútaði bóltin í ÍF-málið, eftir at Jasper van der Heyden hevði lagt væl innfyri úr høgru. Hetta var stutt fyri leiklok í inntensa dystinum, sum var tann allarfyrsti í kappingarárinum

33-ára gamli serbin vísti sítt virði seint í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Betrideildin fór av bakkastokki, tá uppflytararnir úr Fuglafirði vitjaðu í Sørvági leygardagin. ÍF vísti stóran part av dystinum góðar taktir: serliga við hørðum arbeiði, við at vinna nærdystir og leysar bóltar og við nógvum góðum atgerðum í verjupartinum.

Liðið hjá Aleksandar Jovevic kom eisini til nakrar góðar støður – serliga eftir umstillingar – og størsta kjansin fekk nýggi áleyparin Jhon Mena. Kraftmikli kolumbianarin gav 07 Vestur-verjuni høvuðbrýggj, og lyfti bóltin beint fram við málinum hjá Ari Í Haraldstovu Petersen.

Tað var tó 07 Vestur og ein gamal ÍF-áleypari, sum skoraði einasta málið í dystinum. Heimaliðið hevði spælt seg til nakrar góðar møguleikar – serliga eftir gjøgnumbrot í síðunum – og tað var eftir eitt gott innlegg frá Jasper van der Heyden, úr høgru tætt við baklinjuna, at Uros Stojanov setti pannuna á.

[object Object]

[object Object]
Uros Stojanov var á rætta staðnum við aftaru stong, og so var fagnaður á teimum við aftaru stong (Myndir: Sverri Egholm)

33-ára gamli serbin var annars ikki komin til nógv gjøgnum dystin, og serliga Tóri Nolsøe Olsen hevði hildið honum væl, men ein misskiljing millum hann og navnabróðurin í málinum gjørdi, at vandamikli 9'arin hjá 07 Vestur fekk gjørt tað, sum hann dugir best.

1-0 gjørdist úrsliti í einum inntensum og ferðmiklum dysti, har ÍF vísti seg at geva eitt ávíst virði til deildina, og liðið hjá Micheal Schjønberg vísti avgerandi dygdir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

48 Leygardagur 11. mars 2023

B36 flúgvandi frá byrjan

Uttan fleiri álopskendar spælarar skoraði B36 tríggjar ferðir í Sarpugerði. KÍ og HB vunnu greitt, og EB/Streymur sendi AB heim við ongum

Taufee Skandari, onglendingurin ið hevur røtur í Afganistan, hevur júst økt til 3-0. Hann og liðfelagarnir spældu klókt og effektivt í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Størsti spenningurin undan fyrsta umfarinum hevur helst verið um dystin í Sarpugerði. B36 vann seinast her í 2020, og hevur havt tað trupult í Norðragøtu gjøgnum fleiri ár. Sunnudagin fingu Dan Brimsvík og hansara menn ein stóran sigur: Eitt er at basa Víkingi á útivølli; at so gera tað við at vinna 3-0 er flott.

B36 gjørdi hetta uttan Hannes Agnarsson, Michal Przybylski og Andrass Johansen, ið allir javnan standa fyri málstigum. Teir vóru skaddir, og nýggi áleyparin, Valerijs Sabala, hevur ikki fingið loyvini uppá pláss enn. Nýggu menninir Taufee Skandari og Aron Knudsen vóru tó á ymsan hátt eyðsýndir, og Bjarki Nielsen, ið heilt tíðliga kom inn fyri skadda Sìmun Sólheim, og Benjamin Heinesen, í nýggjum leikluti sum áleypari, hóttu eisini. Á miðvøllinum arbeiddu Eli Falkvard Nielsen og afturvendi Erlendur Magnussen gróthart, og verjuparturin var stinnur.

Taufee Skandari er komin úr Onglandi, og hann legði upp til fyrsta málið, sum kom eftir hálvan tíma, og skoraði álopskendi miðvallarin sjálvur til 3-0. Vinstri bakkurin Magnus Egilsson var komin framvið og skoraði til 2-0 tíðiliga í seinna hálvleiki eftir upplegg frá Aroni Knudsen. Øll trý málini komu eftir fløt innlegg/”cutback” og komu eftir skjótt og gott spæl, har víkingarnir tó ikki heilt vardu nóg væl fyri í brotsteignum.

B36-liðið var effektivt og gjørdi tað trupult hjá Víkingi at skapa málmøguleikar. Tað gjørdi vindurin eisini, men sum heild var Víkinga-avrikið ikki á einum støði sum seinastu árini. Sølvi Vatnhamar spældi, men hann og Geza Turi fingu lítið pláss á miðvøllinum. Saknur var í Bárði Hansen og skadda Ara Olsen - Mattias Lamhauge bjargaði brotssparki frá Atli Gregersen seint í dystinum.

[object Object]
Skandari legði upp til eitt og skoraði eitt 

[object Object]
Teir í hvítum stórfegnast...

Hini heimaliðini vunnu

Tað kom sum ein skelkur í HB-húsinum, tá B68 tíðliga í dystinum legði seg á odda. Teir í reyðum og svørtum reistist tó skjótt, og teir tríggir nýggju daninir – ungu Mattias Præst Nielsen og Mads Borchers og afturvendi Mikkel Dahl – skoraðu allir fyri steðgin.

Tað var eisini jaligt fyri HB, at innskifti áleyparin Jákup Thomsen fekk mál í seinna hálvleiki.

[object Object]
B68 byrjaði væl, men heimaliðið vísti styrki í álopskenda spælinum, og Mads Borchers var eyðsýndur við millum annað máli og uppleggi (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík var eingin ivi. Heimaliðið skoraði sjey ferðir, harav Páll Klettskarð skoraði fýra ferðir. Harvið hevur áleyparin nú skorað 170 ferðir í Betrideildini, og skorað níggju mál í sínum tveimum seinastu dystum í kappingini.

Tað størsta minusið hjá meistarunum, og hinvegin tað jaliga hjá uppflytarunum, var, at John Villi Leo fekk minkað um munin til 7-1 seint í dystinum. Styrkismunurin millum tvífaldu føroyameistarastrnar við mongu metunum og uppflytararnar var greiður.

EB/Streymur kom við einum slagi av staðfesting, tá AB vitjaði í Hólmanum, har vindurin darvaði. Gutti Dahl-Olsen legði heimaliðið á odda við flottum frísparki, og stutt fyri steðgin økti brogarstjórin í bygdini, ið tó er í barnsburðarfarloyvi nú. Ein góð byrjan hjá Sigfríði Clementsen og hansara monnum.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Sunnudagin 05. mars

Víkingur - B36 0-3 (0-1)
30' Bjarki Nielsen 0-1
48' Magnus Egilsson 0-2
72' Taufee Skandari 0-3

HB - B68 4-1 (3-1)
16' Sebastian Lau Nielsen 0-1
22' Mattias Præst Nielsen 1-1
27' Mikkel Dahl 2-1
40' Mads Borchers 3-1
81' Jákup Thomesen 4-1

KÍ - TB 7-1 (3-0)
25' Páll Klettskarð 1-0
31' Luc Kassi 2-0
40' René Shaki Joensen 3-0
59' Páll Klettskarð 4-0
64' Páll Klettskarð 5-0
66' Sjálvmál 6-0
76' Páll Klettskarð 7-0
85' John Villi Wøldike Leo 7-1

EB/Streymur - AB 2-0 (2-0)
19' Gutti Dahl-Olsen 1-0
45' Rógvi Egilstoft 2-0

Leygardagin 04.mars
07 Vestur  - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov (Jasper van der Heyden) 1-0

Støðan: 
1. KÍ 3 stig
2. HB 3 stig
3. B36 3 stig 
4. EB/Streymur 3 stig 
5. 07 Vestur 3 stig
6. ÍF 0 stig
7. AB 0 stig
8. B68 0 stig
9. Víkingur 0 stig
10. TB 0 stig

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

49 Leygardagur 11. mars 2023

1. deild: Næstbesta liðið hjá B68 stríddi seg til stig við Løkin

Niðurflutta NSÍ, besta lið felagsins, megnaði ikki at skora móti Tórði Thomsen við Løkin leygarkvøldið. Skála vann á Sandi, og tey næstbestu liðini hjá B36, KÍ og Víkingi fingu eisini trý stig í fyrsta umfari

Tórður Thomsen hevur mangan vart málið við Løkin - leygarkvøldið vitjaði hann við næstbesta liðnum hjá B68, og tað gekk væl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. umfar í 1. deild hjá monnum var á skránni leygardagin. Øll tíggju liðini - fýra lið sum hava møguleika at flyta upp og seks næstubestu lið - vóru í dysti.

Mest óvæntaða úrslitið kom í síðsta dystinum. Næstbesta liðið hjá B68 vitjaði við Løkin. Hetta var við 35-ára gamla Tórði Thomsen, ið er skiftur frá grannunum, í málinum, øðrum royndum spælarum sum Óla Olsen, Jóhan Dávuri Højgaard, Ova Brim, fleiri yngri spælarum og blaðunga venjaranum Jákupi Reinert Højgaard á odda. 

NSÍ hevur fingið Steffan Løkin og Andra Benjaminsen úr B68, men hvørki teir ella nakar annar í gulum megnaði at fáa hol á fyri heimaliðið. Tað var ein smeitur at liðformaðurin, Betuel Hansen, noyddist út eftir bert eitt korter, og eisini at ein annar miðvallari - Beinir Nolsøe - fekk beinleiðis reytt kort eftir ein tíma fyri harða takkling.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2012 at næstbesta liðið hjá B68 er í 1. deild, og fyrstu ferð síðani 1996 at besta liðið hjá NSÍ er har.

[object Object]

Bagge og hansara menn fingu ikki eina góða byrjan í 1. deild

Hin niðurflytarin úr Runavíkar kommunu fekk eina munandi betri byrjan. Skála vitjaði á Sandi, og hóast B71 hevur mist millum annað Jonas Warner og Áka Hentze og er onkrar spælarar fyriuttan, so kundi hetta verða ein trupul uppgáva hjá teimum appelsinlittu. Teir skoraðu tíðiliga og seint í dystinum - tað vóru strandingarnir Karl Martin Johansen og Dávid Johansen, sum tryggjaðu liðnum hjá Paula Poulsen ein 2-0 sigur. Hetta staðfestir longu eitt sindur, at Skála er í góðari støðu, hvat uppflyting viðvíkur.

FC Hoyvík vísti góðan moral í Klaksvík, har liðið hjá Jens Martini Knudsen var aftanfyri 1-0, 2-1 og 3-2, men kortini var á veg at fáa javnleik. Eftir at Petur Frank Holm javnaði til 3-3, gingu tó bert tríggir minuttir til John Hermann Fuglø úr Norðdepli skoraði fyri aðru ferð í dystinum, og harvið vórðu tey trý stigini verandi í Klaksvík. 

Í Gundadali vóru tveir dystir. Fyrst vann Víkingur greitt 4-0 á HB, Sigurin hjá teimum í ljósabláum kundi verið væl størri, tí útiliðið spældi væl, og Bjarti Vitalis Mørk í HB-málinum hevði fleiri stórbjargingar. Seinni basti B36 uppflytarunum úr EB/Streymi 3-1.

1. deild, 1. umfar
Leygardagin 4. mars

B68 II - NSÍ 0-0

B71 – Skála 0-2 (0-1)

7' Karl Martin Johansen 0-1
90' Dávid Johansen 0-2

KÍ II – FC Hoyvík 4-3 (2-2)

8' Silas Gaard 1-0
29' Martin Dam 1-1
44' 2-1 John Hermann Fuglø
45' 2-2 Fróði Rasmussen
77' 3-2 Kristian Svabo Eliasen
80' 3-3 Petur Frank Holm
83' 4-3 John Hermann Fuglø

HB II – Víkingur II 0-4 (0-2)

2' Tonni Thomsen 0-1
9' Signar á Brúnni 0-2
76' Óla Kristian Jacobsen 0-3
90' Rúnar Skylv Stølen 0-4

B36 II – EB/Streymur 3-1 (1-1)

26' Sámal Jákup Jacobsen 1-0
37' Gutti Jóhansson 1-1
72' Sjálvmál 2-1
79' Eliesar Johannesen 3-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

50 Leygardagur 11. mars 2023

Eingin fótbóltur í vikuskiftinum

Vánaliga veðurforsøgnin gera, at FSF hevur flutt 2. umfar í Betrideildini hjá monnum til 12. apríl, og dystirnar í tí, sum skuldi vera fyrsta umfar hjá kvinnum, til í mai. Allar kappingar verða ávirkaðar av veðrinum

Stór sannlíkindi eru fyri, at frost leggur seg á vallirnar kring landið (Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kavi liggur kring landið, men flestu liðini fáa tó vant á rímiligum støði, tí kavaruddingin er góð. Veðurforsøgnin til vikuskifti hara ikki sæðå ov gott út, og tí kunngjørdi fótbóltssambandið longu hósdagin, at ongin fótbóltur verður hetta vikuskiftið.

Hetta ávirkar 2. umfar í Betrideildini hjá monnum - dystirnir har verða fluttir til 12. apríl - 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum - teir dystirnir eru fluttir til í mai - umframt 1. deild og 2. deild hjá monnum og U21.

Kvinnurnar, 2. deild hjá monnum og U21 skuldu fara í gongd hetta vikuskifti, men skulu nú bíða umleið eina viku afturat. Fyrstu dystirnir hjá Betri-kvinnum liggja nú leygardagin 18. mars.

Aðrar broytingar eru til næsta vikuskifti, ið sum skilst snúgva seg meira um landsliðsvirksemið. Tað sum eitur 3. umfar í næstbestu mansdeildini er framskundað ein dag, til fríggjakvøldið 17. mars, og EB/Streymur - B68 og stórdysturin HB -  Víkingur  í Betrideildini hjá monnum liggja nú leygardagin 18. mars. Hesir eru framskundaðir ein dag. Hendan leygardagin spæla B68 og KÍ sum ætlað, og so er tað TB - ÍF og AB - 07 Vestur, ið eru á skránni sunnudagin 19. mars. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

51 Leygardagur 11. mars 2023

Símun Sólheim skal hava gips á í fimm vikur

- Eg var heppin í óhappinum, sigur B36-spælarin við Portalin. Tummilin brotnaði ikki og varð skjótt settur uppá pláss aftur. Símun byrjar spakuliga at venja í næstu viku og vónar at spæla aftur beint eftir landsliðssteðgin

- Eg skal slett ikki vera á vøllinum í hesari viku, men so kann eg spakuliga byrja at venja uttan kontakt. Símun Sólheim kundi fegnast á ymsan hátt, hóast hann noyddist av vølli beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað vóru ikki farnir meira enn fimm minuttir í Sarpugerði sunnudagin, fyrrenn neyðugt var hjá B36 at skifta út. Símun Sólheim varð maðurin, ið noyddist av vølli.

Tað spældi tó væl av hjá Dan Brimsvík og liði hansara, tí B36 vann 3-0, og avloysarin hjá Símuni, Bjarki Nielsen, bæði skoraði og legði upp. Men hvat var tað, sum hendi hjá hoyvíkinginum?

- Bólturin sprakk upp í tummilin á høgru hond frá stuttari frástøðu aftaná ein nærdyst. Hann brotnaði ikki men fór illa úr lið. Vit fóru á skaðastovuna, og læknin fekk tíbetur hálað tummilin upp á pláss við hjálp frá Svein Rógva (Nielsen Ljósstein, red). Um tað ikki eydnaðist, hevði verið neyðugt við skurðviðgerð fyri at fáa tummilin uppá pláss aftur. So eg var heppin í óhappinum.

Soleiðis greiðir Símun Sólheim Portalinum frá. 22-ára gamli maðurin, ið er ávegis til 100 dystir í Betrideildini, skal ganga við gipsi í fimm vikur. Hann kann tó venja partvíst við frá næstu viku av, og so er spurningurin, um tað rætta slagið av umbinding kann gera, at Símun kann spæla dyst tíðliga í næsta mánaði.

- Eg skal slett ikki vera á vøllinum í hesari viku, men so kann eg spakuliga byrja at venja uttan kontakt. Eg veit síðani ikki heilt, hvussu tað verður, men eg hopi at eg kann spæla við onkrari forbinding; tað verður nokk ikki fyrr enn aftaná landsliðspausuna.

Hóast hann endaði á sjúkrahúsi so stutt inn í kappingarárið, so er lagið ikki so galið:

- Tað var eitt plástur uppá sárið tá eg fann útav, at vit høvdu vunnið í Gøtu.
Tað er sjálvandi gott lag í skiftingarrúminum, tí vit fingu eina góða byrjan, men vita eisini at tað hevur einki at siga, um vit ikki eisini vinna teir næstu dystirnar, staðfestir Símun Sólheim.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

52 Leygardagur 11. mars 2023

B36 sett stjóra

Jan Poulsen er settur í starv sum stjóri í fótbóltsfelagnum B36. Hann skal stjórna dagliga samskiftinum fyri felagið

Jan Poulsen (Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevndin í B36 hevur sett 57 ára gamla Jan Poulsen sum stjóra í felagnum. 

Jan Poulsen er løgreglumaður og arbeiðir dagliga sum leiðari. Hann er hjálparvenjari hjá Betri kvinnum, og nú eisini í parttíðarstarvi sum stjóri. 

- Eginleikarnir at varnast smálutir, vera fyrireikaður og at altíð vera eitt stig frammanfyri avbjóðingina, hevur hann sum fá. Hann skal nú stjórna dagliga samskiftium fyri felagið, sum við árunum einans er vorðin ein vaksandi uppgáva, skrivar B36.

Nógvar praktiskar uppgávur fylgja við starvinum, men við einum væl skipaðum stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum hjálparfólkum, venjarum og nevnd at verða lættari og til reiðar at fara undir. 

- Jan skal syrgja fyri at B36 maskinan altíð er væl smurd og at hon koyrir uttan íhald, skrivar felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2023

53 Leygardagur 11. mars 2023

U17: Hesar átjan skulu við til EM-undankappingina í Litava

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur tikið spælarar úr sjey ymiskum føroyskum feløgum út. Føroyar skulu síðst í mánaðinum spæla móti Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini, skrivar FSF

Astrid P. Mittfoss (t.v.) og Helga Mikkelsen (t.h.) eru millum tær 18, sum landsliðsvenjarin hevur úttikið til EM undankappingina (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska U17-landsliðið við kvinnum royna seg í EM-undankapping í Litava.

Seinastu tíðina hevur ein bruttohópur verið til venjingar, og nú er greitt, hvørjar átjan skulu umboða Føroyar í Vilnius, litaviska høvuðsstaðnum, í døgunum 22. til 31. mars.

Heimasíðan hjá Fótbóltssamband skrivar, at Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18: 

Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Maria Káradóttir, EBS/Skála
Súsanna Laksáfoss Godtfred, BSF (DK) - upprunaliga B36
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Poula Mittfoss, HB
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Anna Stórá Carlsen, Oure (DK) - upprunaliga HB
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Jonna Holm, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur

Føroyar eru í bólki saman við Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini Litava.

Føroysku genturnar spæla móti Litava 24. mars, móti Moldova 27. mars og enda móti Grikkalandi 30. mars, áðrenn leiðin gongur heim aftur.

[object Object]
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari (Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023

54 Leygardagur 11. mars 2023

Mjølnir varðveitir steypið

Mjølnir vann sína fjórðu steypafinalu í fimm á við 3-1 sigri á SÍ, sum annars vann fyrsta settið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Steypafinala, menn:
SÍ – Mjølnir 1-3 (25-19, 19-25, 21-25, 20-25)

Mjølnir vann sína fjórðu steypafinalu í fimm á við 3-1 sigri á SÍ, sum annars vann fyrsta settið. Hóast SÍ fylgdi væl við í hinum settunum, so var yvirmaktin ov stór tá samanum kom, og SÍ hevði trupult við at bróta ígjøgnum blokkin hjá Mjølni, har serliga Páll Heðin í Grund var stinnur, og eisini var trupult hjá SÍ at fáa bilbugt við smassjini hjá Cristian Imhoff. 

Líkt var eisini til at Mjølnir fór at renna avstað við fyrsta settinum, tá teir løgdu seg á odda 5-0, men eftir leikbrá vendi dysturin, og SÍ fór framum. Sørvingarnir vóru øgiligir á gólvinum hetta settið og fingu alt uppaftur, og á kantinum var Hjørtur Joensen, sum júst er komin aftur eftir drúgvan skaða, ikki til at steðga. Og soleiðis vann SÍ settið 22-19. 

Í fyrra helmingi av øðrum setti var Mjølnir fyri tað mesta eini tvey stig frammanfyri, men megnaði ikki rættiliga at slíta seg leyst, men hinvegin megnaði SÍ heldur ikki at koma upp á javnt. Eftir at SÍ var komið upp á 19-21 tók Mjølnir leikbrá – og vann restina av stigunum, og settið 25-21.

Triðja sett var meinlíkt tí undanfarna, og SÍ kom upp á 17-19,  men tá settið skuldi avgerast var Mjølnir stinnari, og Christian Imhoff gjørdi tað til 25-21 við væl plaseraðum smassji oman í krókin.

Fjórða settið var leingi spennandi, og støðan gjørdist soleiðis 13-13, men tá vann Mjølnir seg fýra avgerandi bóltar framum. Hetta gjørdist eisini mønustingurin, og Mjølnir vann 25-20 við triðja dystarbóltinum.

Hjá Mjølni var Thorvald Danielsen valdur til dagsins leikara, og hjá SÍ fall valið á Bjarna Joensen.

(Myndir: Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

55 Leygardagur 11. mars 2023

Flogbóltur: SÍ vann steypafinaluna í stórum stíli

Veruligur spenningur kom ongantíð í steypafinaluna hjá kvinnum, og samanumtikið var talan um rættiligan avsmurning

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Steypafinala, kvinnur:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-19, 25-14)

Veruligur spenningur kom ongantíð í steypafinaluna hjá kvinnum farna leygardag, og samanumtikið var talan um rættiligan avsmurning.

SÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá, ikki minst servurnar, og tá so móttøkurnar hjá Fleyr vóru sum ein poppkornmaskina, og bóltarnir fóru í allar ættir, gjørdist ov lætt hjá SÍ at vinna síni álop.

Fleyr fylgdi so dánt við í fyrsta setti til 15-16, men fimm servur seinni frá albansku Saru Hasku var støðan 21-15 til SÍ, sum vann settið 25-17. 

Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti. Eftir at hava verið aftan fyri 12-7, javnaði Fleyr til 16-16 og 19-19, men gleðin var stokkut, tí við hópin av mistøkum frá Fleyr var tað sum um, at alt hevði verið til onga nyttu, tí Fleyr vann einki stig aftrat í settinum, sum SÍ vann 25-19.  

[object Object]

Droymdi nakar um, at Fleyr skuldi koma afturíaftur í triðja setti, so var tann vónin sløkt alt fyri eitt tá SÍ legði seg framum 6-0 eftir seks servur frá Ingu Helenu Henriksen, sum fyri stuttum er komin aftur á SÍ-liðið eftir skaðasteðg. Leikbrá bøtti einki um støðuna, sum gjørdist 11-2, og so var bara spurningur um hvussu nógv SÍ fór at vinna. Fjórða dystarbóltin langaði Svitlana Shvanska í blokkin hjá Fleyr og út til 25-14 sigur.  

Sara Hasku varð vald til dagsins leikara hjá SÍ, og hjá Fleyr varð Iuliia Kuvshinova vald til dagsins leikara.

Hetta var fjórða steypafinalan í fimm ár, sum SÍ vann. Í fjør tapti SÍ 3-1 fyri júst Fleyr. Ikki síðani 2016 hevur eitt lið vunnið steypafinaluna 3-0. Tá var tað Fleyr sum vann 3-0 á SÍ.

(Myndir Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

56 Leygardagur 11. mars 2023

Finaluplássið hjá Fleyr í vanda eftir tap fyri Ternuni

Niðasta liðið í Føroya Tele-deildini, Ternan, tók hóskvøldið næstovasta liðið, Fleyr, á bóli við 3-1 sigri, sum kann fara at vísa seg at gerast dýrur fyri Fleyr

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Ternan – Fleyr 3-1 (20-25, 25-23, 25-23, 29-27)

Niðasta liðið í Føroya Tele-deildini, Ternan, tók í kvøld næstovasta liðið, Fleyr, á bóli við 3-1 sigri, sum kann fara at vísa seg at gerast dýrur fyri Fleyr, sum verður elt av TB.  

Í fyrsta setti gekk púra javnt á til 20-20, tá Fleyr vann fimm bóltar á rað og vann settið 25-20.  

Í øðrum setti legði Fleyr seg frammanfyri 21-20, eftir at Ternan annars hevði verið á odda 14-9, men hesa ferð var Ternan stinnari, tá settið skuldi avgerast, og vann 25-23.  

Í triðja setti hevði Fleyr javnað til 17-17 og 20-20, eftir at Ternan hevði havt greiða leiðslu, men aftur hesa ferð var Ternan stinnari móti endanum og vann aftur 25-23. 

Fleyr vann sær settbólt í fjórða setti, men Ternan yvirlivdi og vann settið 29-27 við sínum øðrum dystarbólti – og harvið dystin 3-1.

Fleyr, sum liggur á øðrum plássi á stigatalvuni, er gamaní framvegis sjey stig framman fyri TB á triðja plássi, men TB hevur tó spælt tveir dystir færri.

Fríggjadagin 17. mars møtast TB og Fleyr í Trongisvági, og vinnur TB tann dystin, so verður rættiliga spennandi í Havn tveir dagar seinni, tá somu lið møtast í høllini á Hálsi í dysti, sum fær stóran týdning fyri, hvør av teimum kemur í FM-finaluna.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið  Stig  (Dystir)
SÍ 36 (13)
Fleyr 28 (12)
TB 21 (10)
Mjølnir 15 (12)
Dráttur 12 (13)
KÍF 9 (13)
Ternan 8 (13)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2023

57 Leygardagur 11. mars 2023

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast í Bylgjuni í Runavík í dag

(Mynd: Jón K. Joensen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, 11. mars, verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast. Vinnararnir av seinnu steypakapping fáa heiðursmerki, og steypavinnararnir, liðini við flest stigum frá báðum steypakappingunum, fáa steyp handað. Liðini sum kappast eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12. Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

58 Leygardagur 11. mars 2023

Sarah Mahfoud vann á týsku Lara Ochmann

Hetta var fyrsti dystur hennara, síðan hon í september í fjør misti heimsmeistaraheitið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var hálvi vestmenningurin Sarah Mahfoud aftur at síggja í boksiringinum fyri fyrstu ferð, síðan hon 24. september í fjør misti heimsmeistaraheitið ímóti Amanda Serrano úr Puerto Riko, og vann hon sannførandi ímóti týsku Lara Ochmann.

Lara Ochmann er 23 ár – tíggju ár yngri enn Sarah Mahfoud – og báðar høvdu bert tapt ein dyst áðrenn leygardagin. Men hesaferð vann Sara Mahfoud also á Ochmann í Albertslund og fekk eitt WBC silvur-belti í fjøðurvekt.

[object Object]
(Mynd: Mads Hussing/sn.dk)

Lara Ochmann hevur nú boksað 11 dystir og vunnið 9, meðan Sarah Mahfoud hevur boksað 13 dystir og vunnið 12.

Dysturin vardi 10 umgangir, og fyrrverandi heimsmeistarin var greitt omaná.

Við nýggja silvur-beltinum hevur Sarah Mahfoud, sum fer eftir at taka heimsmeistaraheitið aftur, góðan møguleika at fáa ein stóran meistaraskapsdyst hjá stóru heimsumfatandi boksisamgonguni, segði Bettina Palle, fyriskipari av boksistevnuni undan dystinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2023

59 Leygardagur 11. mars 2023

Havnar Billardfelag við kós móti FM heitinum

Havnar Billardfelag góðan møguleika at vinna sítt fyrsta FM heiti síðani 2005

Ólavur Kjølbro kann í morgin saman við Jógvan Jørgensen vinna fyrsta FM heitið fyri Havnar Billardfelag í 18 ár (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað leikar hart á grøna dúkinum í billardfeløgunum kring landið. Nú tað gongur móti endaspurtinum í føroyameistarakappingini fyri lið er sera stórur spenningur í oddinum í fyrstu deild.  

Í løtuni liggur fyrra  liðið hjá Havnar Billardfelag, Habi1 á odda - við enn einum Habi2 liði beint í hølunum. Habi1 hevur munin við 49 stigum fyri 8 dystir, Habi2 hevur 43 stig eisini fyri 8 dystir. Síðani kemur liðið hjá tvøramonnum við 37 stigum tó fyri eina kapping minni. Klaksvíkingar eru nr. 4 og 5 og fuglfirðingar nr. 6.

Greitt er longu, at verandi FM meistaraliðið í Klaksvík, KLBF1 ikki longur kann vinna FM, tí teir kunnu í mesta lagi koma upp á 45 stig. 

[object Object]Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag 

Í dag skulu oddaliðini aftur í eldin. Tvøramenn vitja í Havn og skulu spæla móti báðum havnaliðunum. Hóast enn eitt umfar er at spæla eftir dystirnar hetta vikuskiftið, so kunnu vit fáa ein FM vinnara longu leygardagin. 

Hóast stóru framgongdina og oddastøðuna hjá havnarliðinum, so kann stóri jokarin í endaspælin gerast verandi føroyameistarin fyri einstaklingar, ungi og sera dugnaligi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe, sum higartil í kappingini bert hevur tapt eitt stig.

Hann er sum so suverenur líka mikið, hvar hann spælir, á heimaborði ella norðanfjørs.  Fer hann at halda fram við sínum lætta og vælkoyrandi tempospæli og raka kúlur og keylur rætt, og makkarin, tann rutineraði Grand Old Man í suðuroyarbillard, Max Rasmussen, finnur sítt góða spæl tær avgerandi løturnar,  so kunnu teir koma at geva havnarmonnum skarpan gang.

Men einki er sikkurt annað enn, at havnamenninir  enn eru klárt á odda. 

[object Object]Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag hevur bert tapt 1 stig í kappingini higartil. Hann kann fara at koppa gullsteypinum, sum í løtuni stendur Havnini "í boði"

Oddamenninir í kappingini í løtuni eru ikki fyri nothing. Jógvan Jørgensen og Ólavur Kjølbro hava spælt sera væl gjøgnum alla kappingina og prógvaðu tað so dyggiliga seinasta vikuskiftið, tá teir ruddaðu borðini í føroyska billardmekkaðinum Klaksvík og vunnu á KLBF2 við 8-0. Ólavur, sum eisini er klaksvíkingur men nú verjir borg í høvuðsstaðnum, hevur funnið sínar gomlu dygdir framaftur frá billardspælinum fyri 20 árum síðani, tá hann varð millum fremstu spælarar. Nú glógvar av álvara aftur í hesum róliga, klóka og álvarssama spælaranum. Rakar hann dagin, og tað ger hann oftani, so stendur hann ikki langt aftanfyri billardsnidlingin av Tvøroyri. 

Í seinastu kappingini  í Klaksvík hevði hann ein dyst uppá 42 eygu í meðal. Tað er ikki hvørjum beskorið. Men fara vit so aftur til billardstjørnuna á Tvøroyri, Páll Hera Nolsøe,  so livdi hann so dyggiliga upp til sítt FM heiti fyri einstaklingar í fjør, har hann í einum dysti megnaði at fáa 71 eygu í meðal. Tað er ikki langt frá føroyskum meti. Hallur Joensen, billardkongurin úr Klaksvík varð eitt vet betri, tá hann í seinasta kappingarári megnaði at fáa 83 eygu í meðal eitt einstakt spæl. 

[object Object]Í morgin kl. 9.30 lata dyrnar upp í billardhølunum í Havnar Klubba, og tá fara vit at uppliva føroyskt billardspæl, tá tað er best (Mynd: Jan Müller)

Við hesum rimmar tølum í huga ber til at siga, at vit fara at fáa nakrar sera spennandi billarddystir leygardagin í hølunum hjá Havnar Klubba eins og til sjálvan endaspurtin um góðar tvær vikur. Jógvan Jørgensen og Ólavur Kjølbro hava við sínum støðuga og framúr góða spæli prógvað, at tað ber til at koma afturíaftur eftir  18 ár í billardmyrkurinum. Meðan Ólavur er rættiliga nýggjur spælari í Havnar Billardfelag, so hevur makkarin Jógvan Jørgensen verið millum fremstu spælarar í Havnar Billardfelag nú í mong ár og hevur vunnið fleiri  heiðursmerki.

Men tá tað er sagt, so eiga vit ikki at gloyma teir báðar frægu Habi spælararnar Nils Nielsen og Per Hansen á Habi2 liðnum, sum hóast 6 stig aftanfyri Habi1 kunnu taka øll á bóli, um tað rullar væl. So einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Hesi klóku orð verða so sanniliga ikki minst sannað innan billardítróttina, tí oftani er knívskorið, hvør vinnur. At havnafelagið í løtuni eigur bæði 1. og 2. plássið man fløva væl í tí gamla og hugnaliga billardhølinum í Havnar Klubba. Kappingin byrjar kl. 9.30.  

Miðjan apríl verður kappast um føroyameistaraheitið fyri einstakligar. Tá skal Páll Heri Nolsøe verja sítt heiti. Kappingin fer fram í hølunum í Havnar Klubba. 

Tað hoyrir til slíka billardumrøðu at nevna, at fleiri av okkara frægastu spælarum ikki eru við í kappingunum í ár, men verða vónandi at síggja aftur skjótt. Teir eru Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag, sum er fluttur til Danmarkar, Jákup Baldvinson, sum hevur tikið nøkur sabbatár og síðani Jens Kjartan Feilberg, báðir úr Fuglafjarðar Billardfelag. Vónandi fara vit at síggja teir aftur í føroyskum billardspæli í framtíðini.

Hóast hesa staðfesting, so er kortini ein sólskinssøga at hóma, nú nýggjasta felagið í billardítróttini, Skálafjarðar Billardfelag, SBF, hevur spælt seg í ovastu deildina næsta kappingarár. Einki minni enn eitt bragd, tí felagið byrjaði í 3. deild, spældi seg síðani upp í 2.  deild og er loksins nú millum tey bestu liðini í landinum. Meira um hetta í komandi billardumrøðu her á Portalinum. 

Støðan í fyrstu deild er í løtuni hendan:

1  HABI1  49 stig  (8 dystir)
2  HABI2  43 stig  (8 dystir)
3  TVBF1  37 stig  (7 dystir)
4  KLBF1  37 stig  (9 dystir)
5  KLBF2  13 stig  (8 dystir)
6. BFF1    13 stig  (8 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

60 Leygardagur 11. mars 2023

Fyrsta vikan við Skúlaleikum var væleydnað

Fýra av teimum trettan undanstevnunum hava verið. Børnini hava gjørt sjey ítróttagreinar og eisini spælt onnur spøl

- Endamálið við Skúlaleikum er fyrst og fremst at geva ítróttarlæraranum íblástur og amboð til ítróttatíman. Og at geva næmingunum ítróttarliga upplivingar saman. Soleiðis kann Ítróttasambandvera við til at kveikja til rørlsu og byggja eina brúgv millum skúla og tað felagslív, sum vit vita er so gott (Mynd: Faroephoto)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsta vikan við Skúlaleikum 2023 er av, og tað hevur verið ein frálík vika. Hetta staðfesta "Skúlaleikir". 

- Fyrstu stevnudagarnir í ár hava boðað frá góðum. Vælupplagdir ítróttalærarar. Glað og spent børn, sum hava fingið sveittan á pannuna og roynt nýggjar ítróttagreinar. Tey hava heppað uppá floksfelagar og heilsað uppá børn úr øðrum skúlum, tey hava funnið uppá heppiróp og savnað nøvn til teirra vinaplakat, og soleiðis kempað seg til at luttaka í lissukapping og togtogan.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: Faroephoto/Ólavur Frederiksen

Fýra av teimum trettan undanstevnunum hava verið. Tær næstu níggju stevnurnar verða hildnar komandi tvær vikurnar: í Tórshavn, í Vestmanna, í Klaksvík, á Argjum og í Vági.

Stevnudagarnir enda við, at kunngjørt verður, hvør flokkur skal umboða økið til landsstevnuna, sum verður í mai. Higartil skulu hesi luttaka: 4. b í Skúlanum í Eystur Kommunu, 5. b av Skúlatrøð og bæði 4. og 5. flokkur úr Kollafirði, skriva Skúlaleikir.

- Endamálið við Skúlaleikum er fyrst og fremst at geva ítróttalæraranum íblástur og amboð til ítróttatíman. Og at geva næmingunum ítróttaliga upplivingar saman. Soleiðis kann ítróttasamband vera við til at kveikja til rørlsu og byggja eina brúgv millum skúla og tað felagslív, sum vit vita er so gott.

ÍSF hevur tikið stig til Skúlaleikir saman við Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, Fólkaheilsustýrinum, Føroya Kommunufelag og Fróðskaparsetur Føroya.

Badminton, flogbóltur, frælsar ítróttir, kurvabóltur, kappróður, styrki (Føroya Styrkisamband) og parasport eru ítróttagreinarnar á Skúlaleikum.

[object Object]
[object Object]
[object Object]
Myndir: Faroephoto/Ólavur Frederiksen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2023

61 Leygardagur 11. mars 2023

Minningarorð – Sjúrður Poulsen

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kirkjuráðið í Vesturkirkjuni

6. mars fingu vit deyðsboðini av okkara kæra gamla formanni, Sjúrði Poulsen.

Sjúrður sat í kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni í 28 ár. Hann hevði verið formaður í 20 ár, tá ið hann í 2009 legði frá sær fyri aldur.

Hann átók sær uppgávuna við lív og sál. Altíð væl fyrireikaður, og tók hond í allar staðir, har tað trongdi til. Framúr góður handverkari, og urtagarðsarbeiði lá sera væl fyri hjá honum eisini.

Tað var ikki dagur, at hann ikki gekk rundan um kirkjuna og hampaði og tók hond í.

Vakra lundin vestan fyri Vesturkirkjuna, við standmyndini av Sigmundi, var eitt av hansara hugskotum. Hann gjørdi sjálvur tær fyrstu skitsurnar av økinum og átók sær verkætlanarleiðsluna.

Sjúrður var ein fongur fyri okkum í Vesturkirkjuni – fyri bygningin, økið uttan um kirkjuna og ikki minst kirkjuliðið. Vit takka honum fyri hansara trúgvu tænastu og trúfesti.

Nú hann legði árarnar inn, 91 ára gamal, var hann mettur og troyttur av døgum.

Friður veri við minninum um Sjúrð.    

Kirkjuráðið í Vesturkirkjuni 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2023