Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 29. juni 2024 | Nr. 26 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Stóri seksæringurin flotaður

SíÐa 6

1 Leygardagur 29. juni 2024

Góðan lesihug og góða fjarðastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Báðir eru óegnaðir

Tað munnu vera nógv, sum – hóast tey høvdu varðhugan frammanundan – eru skelkað eftir at hava upplivað alla ella brot úr nógv umrødda orðaskiftinum millum teir báðar amerikanararnar, sum bjóða seg til at gerast forseti í USA.

At heimsstórveldið, sum eisini plagar at kalla seg heimsins verji fyri fólkaræðinum, ikki skal hava frægari tilfar at bjóða uppá, mann undra tey flestu.

Sjónvarpaða orðaskiftið avdúkaði, at sitandi demokratiski forsetin er so aldurmerktur, at hann ikki er førur fyri at sita eitt skeið afturat á einum av heimsins mest valdmiklu embætum.

Hann avdúkaði fyri opnum síggja, at hann heldur ikki er førur fyri at standa seg í einum valstríði móti mótstøðumanni sínum. Tað prógvaði hann hóskvøldið, tá hann ikki var førur fyri at svara aftur upp á tær skuldsetingar, sum vórðu førdar fram móti honum, og hann megnaði enntá heldur at grundgeva sannførandi fyri hjartamálunum hjá flokki hansara.

Hesar dagarnar eftir orðaskifti eru tað framstandandi limir í demokratiska flokkinum, sum uttan at himprast og í ramasta álvara tosa um, at okkurt má gerast fyri at fáa Biden at gevast við royndini í at stilla upp til valið í november. Kjakið í løtuni er, hvør kann setast í staðin. Demokratarnir í USA hava fingið skund at finna eina loysn, sum kann traðka inn og standa seg gjøgnum eitt valstríð í heyst við møguleika at skaffa demokratunum afturval.

Endaliga avgerðin verður tikin á landsfundinum – Democratic National Convention – sum verður hildin í Chicago 19. til 22. august.

So at siga allir eygleiðarar vóru, dagin eftir sjónvarpskjakið, samdir um, at Biden ongan møguleika hevur at vinna á Trump á komandi forsetavali.

Sjónvarpskjakið hóskvøldið lærdi okkum eisini, at republikanska valevnið, fyrrverandi forsetin, heldur ikki er egnaður til at stýra einum stórum fólkaræði.

Bæði tí, at hann ikki trýr upp á fólkaræðið og hann ikki hevur álit á fólkaræðisligu skipanini, val- og rættarskipanini, í sínum egna landi.

Trupulleikin er eisini, at Donald Trump er so fullur í kærleika til sjálvan seg, at hann ikki er førur fyri at síggja hvør tørvurin er hjá hansara egnu borgarum og medmenniskjum. Tað hevur hann fleiri ferðir prógvað. Alt snýr seg eina og aleina um hansara egna persón.

Men allarstørsti trupulleikin er, at maðurin er ein høpisleysur lygnari. Hann dugir ikki at skyna ímillum veruleikan og tað, sum er sprottið úr hansara egna livandi hugfloti.

Kjakið hóskvøldið vísti, at Trump kom við so nógvum ósannindum, at veljarin í komandi tíðum ikki verður førur fyri at trúgva honum, sjálvt tá hann skuldi tosa satt.

Men kortini rokna tey flestu nú við, at hann verður komandi forseti í USA.

Tað er ein stórur trupulleiki.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2916

    Lisnar síður: 8301

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 29. juni 2024

Turid Arge fær átalu heldur fram sum ráðgevi í løgmálaráðnum

Tænastumannakanning staðfestir at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum breyt grein 9 í tænastumannalógini

Turid Arge (Skíggjamynd: KvF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgmansskrivstovan hevur nú fingið endaligu frágreiðingina frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved, í tænastumannakanningini av Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.

Kanningarleiðarin staðfestir í sínari niðurstøðu, at tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum. Kanningarleiðarin sigur í niðurstøðuni, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Kanningarleiðarin varð eisini biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørjar avleiðingar niðurstøða hansara skuldi hava. Kanningarleiðarin mælir til at Turid Arge fær eina átalu.

Nú ein niðurstøða fyriliggur, hava Løgmansskrivstovan og Turid Arge gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. 

Semjan inniber, at Turid Arge varðveitir sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.

Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.

Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

3 Leygardagur 29. juni 2024

Øll hava frítt at fara eftir bygdagøtunum

Kommunurnar hava fingið freist til árslok næsta ár at gera ferðavinnuætlanir. Ferðafólk verða ikki kravd eftir gistingar- og ferðagjaldi fyrr enn 1. oktober næsta ár

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Áðrenn árslok næsta ár skulu kommunurnar, saman við bóndum, heimafólki og øðrum viðkomandi pørtum hava gjørt ferðavinnuætlan. Henda ætlan skal m.a. lýsa bygdagøtur og aðrar leiðir, har ferðafólk kunnu ganga. Uttanríkis- og vinnumálaráðið er farið undir at gera reglur og leiðbeiningar um ferðavinnuætlanir o.tíl., og hetta fer at lætta um, tá ítøkiligu ætlanirnar skulu gerast.

2. juni í ár kom nýggja ferðavinnulógin – løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu – í gildi eftir at hon varð samtykt 21. mai. Ásetingarnar um gistingargjald og ferðagjald á ferðaskipum koma tó ikki í gildi fyrr enn 1. oktober 2025.

Kunnu ganga frítt eftir bygdagøtunum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið legði í vikuni út eina kunning um støðuna á økinum, nú ferðafólkatíðin av álvara er byrjað.

Nýggja lógin ásetir, at ferðafólk frítt kunnu ganga eftir bygdagøtunum og eftir øðrum leiðum, sum eru merktar í samráð við kunningarstovurnar kring landið og Visit Faroe Islands. Heimild er til at avmarka ferðslu og uppihald, sum órógvar landbúnaðarvirksemi ella veiðu, t.d. fjallgongu ella haruveiðu.

Lógin ásetir eisini, at handilslig ferðavinna bara kann útinnast í samráð við bóndan, ið kann krevja at avtala er gjørd um handilsliga virksemið frammanundan. Bóndin kann ikki sýta fyri, at handilslig ferðavinna fer fram í økinum, ella geva nøkrum fyriskiparum einkarætt til at skipa ferðavinnuvirksemi í einum øki.

Forboð at seta upp forðingar

Lógin setir greitt forboð fyri at seta upp forðingar, t.d. gjaldportur ella at krevja onnur gjøld fyri at sleppa út í haga. Bóndin kann kortini taka eitt rímiligt gjald fyri tænastur og fyri atgongd í serligum støðum, har hann hevur gjørt íløgur í gøtur og aðrar umstøður til ferðafólk.  

Nærri reglur um handilsliga ferðavinnu og tænastur verða gjørdar og lýstar í næstum, skrivar uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Til at skipa gongdina í økjum, har ið nógv fólk ferðast, ásetir kommunan í samráð við bónda og heimafólk skilhaldsreglur, sum øll, sum ferðast í økinum, skulu fylgja. Avvarðandi landsstýrisfólk skal góðkenna skilhaldsreglurnar og lýsa tær í kunngerð.

Á vitjan í Sørvági

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við ferðavinnumálum er longu farin á kunningarferð saman við embætisfólki út til kommunur at kunna um nýggju viðurskiftini og skipanirnar á ferðafólkaøkinum.

Sørvágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tey høvdu vitjan farna fríggjadag av landsstýrismanninum saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Oyvindi av Skarði, fulltrúa.

Her var løgtingslógin um burðardygga ferðavinnu umrødd og ferðavinnuætlanirnar, sum skulu gerast hetta komandi árið.

- Fleiri ivamál vórðu loyst, og kommunan vónar, at arbeiðið við at gera ferðavinnuætlanirnar fer at ganga væl. Tað verður Visit Vágar sum skal standa á odda fyri arbeiðinum at gera ferðavinnuætlan fyri Sørvágs- og Vága kommunur, og tey fara í gongd við arbeiði í heyst, skrivar Sørvágs kommuna.  

[object Object]Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Mynd: sorvag.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

4 Leygardagur 29. juni 2024

SEV steðgar á við pumpuskipanini

- Prísstøðið í innkomnu tilboðunum liggur so langt frá kostnaðarmetingini, at avgjørt er at steðga á við verkætlanini sigur nevndarformaðurin í SEV, Kári Johansen

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Byggiarbeiðið hevur verið boðið út millum undangóðkendar veitarar, og tilboðini eru komin inn. Ætlað var at fara undir arbeiðið í seinnu hálvu í ár.

Nú tilboðini eru innkomin, er tó greitt, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina fer at liggja væl oman fyri kostnaðarmeting og heimildina, sum aðalfundurin hevur givið.

Aðalfundurin hevur heimilað Sev at brúka upp til 1,3 milliardir krónur til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men nú  tilboðini fyriliggja, metir nevndin, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 milliardir krónur.

[object Object]

- Vit hava avgjørt at steðga á við verkætlanini. Tað er elbrúkarin, sum rindar kostnaðin, og vit halda ikki, at tað ráðiligt at arbeiða víðari og harvið áleggja brúkaranum at rinda fyri eina so dýra verkætlan, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

Endamálið við pumpuskipanini er at fáa meira vindorku til høldar og veita stabilitet til elskipanina, umframt at vera orkugoymsla.

- Vit halda fast við grønu kósina og arbeiða víðari við at finna aðrar loysnir fyri framleiðslu at avloysa oljuna, stabilisering og goymslu, sigur Kári Johansen.

Kelda: sev.fo

[object Object]Nevndarformaðurin í SEV, Kári Johansen (Mynd: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

5

Størv

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024
6 Leygardagur 29. juni 2024

Stóri seksæringurin flotaður

Nýbygdi føroyski báturin hjá Eyðuni Egholm fær elektriskan motor ísettan og skal búkast til sigling við ferðafólki

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóri seksæringurin, sum bátasmiðurin Guðmundur Sjúrðason Norðbú hevur bygt í Nólsoy fyri Eyðun Egholm, varð fríggjadagin tikin út úr bátasmiðjuni og flotaður fyri síðan at verða sleipaður til Havnar.

[object Object]

[object Object]

Talan er um ein tann størsta føroyska bátin, sum nakrantíð er smíðaður. Báturin er knappar tólv metrar langur og 3,92 metrar har hann er breiðastur.

Tað serliga við hesum bátinum er, at hann skal rekast við el-motori. Báturin verður nú sleipaður til Havnar, har hann skal takast upp á skipasmiðjuni Mest at liðugtgera við motori, húsi og allari hugsandi útgerð, sum er neyðug til sigling við ferðafólki.

Sí innslag um bátin í Degi og Viku her

[object Object]
Eyðun Egholm hevur frammanundan áttamannafarið "Egholm", ið eisini er elrikin (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

7 Leygardagur 29. juni 2024

Róðrarneystið í Klaksvík tilnevnt til virðisløn

Er í uppskoti at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Evnið í ár er "burðardygg bygging"

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggja og snotiliga neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er í uppskoti tið at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Tað vil siga, at tað er arkitektavirkið Henning Larsen North Atlantic, sum er tilnevnt.

Bygningurin er í uppskoti saman við sjey øðrum verkætlanum og átøkum.

Umhvørvisvirðislønin verður tilnevnd øðrvísi enn hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum. Í fyrstu atløgu fær almenningurin, og ikki ein dómsnevnd í hvørjum landi, møguleika fyri at koma við uppskotum.

Og í øðrum umfari er evnið ymiskt frá ári til ár.

Í ár varð biðið um uppskot har evnið var: Burðardygg bygging.

Um neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verður m.a. sagt soleiðis í grundgevingini:

“Tað er ednast teknistovuni at skapa eitt serligt samspæl millum bygning, virksemi og list, ið fremur bæði umhvørvisliga burðardygd og mentanarligt tilvit í Klaksvík, í Føroyum og yvirhøvur.

Neystið er nýhugsan av siðbundna føroyska neystinum við træfasadum og stórum vindeygum, har innara og uttara rúmið renna saman. Húsið er bygt av tilfari, sum ikki krevur viðlíkahald og við flagtaki, ið virkar sum natúrlig bjálving. Eitt listarverk, ið er gjørt burtur úr einum siðbundnum báti, prýðir felagshúsið, og ger samspælið millum bygning, virksemi og listaverkið til ein veruleika.

... Klaksvíkar Róðrarfelag er ein verkætlan, ið bæði verjir náttúrua og fremur mentanarliga arvin.”  

Hini tilnevndu til umhvørvisvirðislønina eru:

Íslendski arkitekturin Arnhildur Pálmason “fyri sín tvørfakliga áhuga og áherslu á endurnýtslu av byggitilfari”.

Álendska felagið Löfbacka Traditionsbygg AB, ið eru vorðin “serkøn innan burðadygga bygging í smærri støddum umframt bygningsviðlíkahald og vistfrøðiliga bygging”.

Svenska felagið ETC Bygg, ið er “ein heildarfyritøka, har bæði sosialur, búskaparligur og umhvørvisligur burðardyggleiki verður viðgjørdur samstundis”.

Finska Liisa Akimof, ið hevur ment eitt øki kring tokstøðina Hoplax í Helsingfors, sum er “eitt dømi um rundloysnir, sum betra um umhvørvið og gera tað burðardyggari og serliga hugvekjandi”.

Danska felagið Living Places Copenhagen. “Samfelagsrættaðir bygningar við lágum CO2-fótaspori, sum samsvara við marknaðarprísin á einum einfamiljuhúsi.”

Norsku Gaia Arkitekter, ið hava”fokus á “vistfrøðilig samfeløg” – ikki bert vistfrøðiliga bygging”.

Grønlendska Boligselskabet Iserit A/S fyri “fyrsta burðardygdar-góðkenda bygningin í Grønlandi”.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins er 300.000 krónur og verður avdúkað og handað í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum komandi vetur verður hildin í Reykjavík.

Sí eisini: Myndir: Heimsins flottasta kappróðrarneyst tikið í nýtslu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

8 Leygardagur 29. juni 2024

Nú kemur føroyskt á Google Translate

Í samstarvi við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum hevur Google nú lagt føroyskt aftrat mongu valmøguleikunum á Google Translate

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin kom nýggj dagføring av teldutýðingartænastuni Google Translate. Dagføringin hevur m.a. við sær eina víðkan av málum, sum til ber at velja. Heili 110 nýggj mál eru løgd aftur rat tænastuni, og eitt av hesum málum er okkara føroyska mál.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini ment førleikarnar at týða føroyskt so mikið væl, at føroyskt nú eisini er partur av ókeypis tænastuni á netinum. Hetta merkir, at vit nú kunnu týða úr føroyskum til eina ørgrynnu av málum og øvugt.

Í mong ár hevur tað verið eitt ynski at fáa føroyskt sum møguleika á Google Translate. Mong ymisk átøk hava eisini verið gjørd fyri at koma fram á leið, summi stuttlig og kreativ (t.d. Faroe Islands Translate frá Visit Faroe Islands), onnur faklig (týðingarverkætlan hjá Sprotanum) og eisini politisk (t.d. sendi løgmaður eitt videobrot við eini áheitan til Google). Tó hevur tað verið torført fáa føroyskt inn um gáttina hjá Google. Men nú er tann stundin so endiliga komin, har vit í Føroyum kunnu nýta tænastuna við og á okkara egna máli.

Týðingartænastan hjá Google hevur nógvar hentar funkur. Eitt nú ber til at tosa tað inn, sum ein vil týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki. Í fyrstu syftu eru talu- og hoyrifunkurnar og skjalafunkan ikki tøkar á føroyskum, men tað verður longu nú arbeitt við at menna hesar eisini.

[object Object]

Gjøgnumbrotið letur eisini dyrnar upp fyri at fáa líknandi funkur á føroyskum inn á aðrar Google-tænastur, so sum Google Docs o.a.

Hetta er fyrsta útgáva av tænastuni á føroyskum, og tí kunnu smærri villur vera. Máltøknidepilin á Setrinum fer framhaldandi at samstarva við Google um at betra um týðingargóðskuna bæði við at eftirmeta og við at deila dátur til víðari menning. Væntast kann tí, at tænastan gerst betri sum frá líður.

Hetta seinasta árið hava vísindastarvsfólk á Máltøknideplinum granskað í føroyskari teldutýðing. Arbeiðið hjá Barbaru Scalvini, Iben Nyholm Debess og Anniku Simonsen hevur ført til menning og eftirmeting av nýggjum teldutýðingarmyndlum, og tað er hetta granskingarvirksemið hjá teimum, sum nú hevur ført til sambandið við Google.

Samstarvið millum Google og Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum er gevandi fyri báðar partar, og tað heldur fram fyri at tryggja eina áhaldandi góðskumenning av tænastuni fyri føroyingar og onnur við áhuga fyri føroyskum.

Teldutýðing er hent tøkni og lættir um samskifti millum fólk og mentanir. Tað gerst lættari at lesa tilfar úr øðrum málum og at skilja fólk, sum tosa annað mál, enn ein sjálvur ger. Ferðafólk kunnu lættari kunna seg og samskifta við fólk á staðnum, og tilflytarar hava stóra gleði av týðingartænastum sum part av teirra integratión.

Lanseringin av føroyskum máli á Google Translate er júst byrjað, og av Google verður sagt, at tað fer at taka umleið eitt samdøgur, áðrenn øll hava fingið atgongd og finna føroyskt á listanum av málum har.

Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

9 Leygardagur 29. juni 2024

Stórhøllin við Tjarnir verður nú innilokað

- Arbeiðið við Tjarnir gongur væl, og vit eru væl nøgdir, hóast verkfallið og veðurlagið hevur tarnað arbeiðinum nakað, sigur Eyðfinn Guttesen, verkætlanarleiðari hjá Articon. Vit hava verið við myndatóli og dronu

Høllin við Tjarnir. (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Stórhøllin við Tjarnir verður í nærmastu framtíð karmur um mong tiltøk. Helst mest umtalaði tørvurin á ítróttartiltøkum, er hondbóltsdystir. Við Tjarnir upplýsir, at til eitt nú hondbóltsdystir eru umleið 2.200 sitipláss, umframt 500 standipláss. Til konsertir eru umleið 3.700 sitipláss ella umleið 4.700 standipláss. Sostatt nøktar høllin ein tørv, sum ongin onnur høll í Føroyum kann.

Tað er Articon sum byggir stórhøllina við Tjarnir. Vit hava sett Eyðfinni Guttesen, verkætlanarleiðara hjá Articon, stevnu. 

Arbeitt verður við at innheinta mista byggitíð
Hóast Eyðfinn er bjartskygdur, so ásannar hann, at arbeiðið hevur verið tarnað av millum annað verkfallinum.

- Vit eru seinkaðir av bæði veðrinum og verkfallinum, men arbeiða í løtuni við at innheinta mista byggitíð. Umleið 60 arbeiðsfólk reikast í høllini til dagligt, men vit verða fleiri, nú høllin verður innilokað og aðrir undirveitarar sleppa framat, sigur Eyðfinn Guttesen.

Eyðfinn sigur við Portalin, at veðrið hevur verið ein avbjóðing. Articon hevur havt umleið 30 sokallaðir spilldagar, sum eru dagar, at har arbeiðið hevur verið tarnað av veðrinum. 

Ikki hissini mongdir
Stórhøllin við Tjarnir er 8.200 fermetrar og fer at hava umleið 650 parkeringspláss, og til hetta skal nýtast ein massiv mongd av stáli og tílíkum tilfari. 

Til høllina við Tjarnir verður brúkt 3500 rúmmetur av betongi, 300 tons av armering og 200 tons av bygningsstáli til sperrur og tílíkt. 

Eisini eru 10 kilometrar av røri til staðar, tveir kilometrar av ventilatiónskanalum og 40 kilometrar av elkaðalum. Glasiliga høllinum hevur 11.000 fermetrar av veggi at mála og viðgera, umframt 1.800 fermetrar av glasi.

Hetta ger verkætlanina sera umfatandi, samstundis sum talan er um eina høll, ið kann hýsa ítrótti og tiltøkum annars, í eitt slíkt mát, sum ongin onnur høll í Føroyum kann.

Fríggjadagin 28. juni verður reisigildi hildið við Tjarnir. Eftir ætlan stendur høllin liðug í januar.

Myndamaðurin Jens Kristian Vang hevur verið á staðnum við myndatólinum og við dronuni.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

10 Leygardagur 29. juni 2024

Rógvi Nybo settur sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu

35 ára gamli Rógvi Nybo, sum eisini er býráðslimur í Sunda kommunu, byrjar í starvinum um hálvan august

(Mynd: Runavik.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Rógvi Nybo er settur í starv sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.

Rógvi er 35 ára gamal og býr í Hósvík. Hann hevur lisið við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og hevur prógv sum cand.scient.pol, og hevur hann nógvar royndir frá fyrisitingarligum og politiskum høpum. Í góð trý ár hevur hann virkað sum fulltrúi á Barna- og Ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, og eisini er hann er býráðslimur í Sunda kommunu.

Rógvi byrjar í starvinum um hálvan august, skrivar Runavíkar kommuna.

Tá núverandi býráð í Runavíkar skipaði seg, setti tað sær fyri at skipa ein nýggjan bygnað í kommunalu fyrisitingini. Arbeitt hevur verið við málinum, og eftir at býráðið samtykti nýggja bygnaðin hevur verið arbeitt við at seta hann í verk.

Kommunustjórin, Sæunn L. Nolsøe, byrjaði í starvinum hálvan í hesum mánaðinum, og samsvarandi nýggja bygnaðinum eru trivnaðar- og mentanardeildin nú lagdar saman í eina deild, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2024

11
Leygardagur 29. juni 2024

Vónin 47 milliónir í avlopi

Sølan var 34 milliónir hægri enn undanfarna ár, men útreiðslurnar vóru eisini fleiri

Tænastustøðin við Norðskála
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vónin samtakið er í vøkstri. Í 2023 hevði samtakið eina søluframgongd á 34 milliónir, frá 603 milliónum í 2022 til 637 milliónir krónur í 2023. Vøksturin kemst av øktari sølu til marknaðir uttanfyri Føroyar. Hóast samtakið upplivdi ein vøkstur í søluni, fall úrslitið hjá samtakinum frá 52 milliónum krónum í 2022 til 47 milliónir í 2023.

Høvuðsorsøkirnar til broytingina vóru øktar lønarútreiðslur, umframt hægri avskrivingar og øktar rentuútreiðslur vegna íløgur í bygningar og rakstrartól.

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Noregi og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt Norðuratlantshav.

Søluframgongdin hjá samtakinum kemst av øktari sølu til marknaðir uttan fyri Føroyar. Sølan til alivinnuna er vaksin síðstu árini, har hon er vorðin meira enn ein triðingur av samlaðu søluni hjá samtakinum.

Í Føroyum hevur Vónin bygt eitt nýmótans barki- og turkihús í 2023, sum nú er tikið í nýtslu við Norðskála. Harvið hevur Vónin helst ta mest framkomnu tænastustøðina í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð hevur norska felagið Vónin Refa eina líknandi tænastustøð í Norðurnoregi.

Í tráð við ætlanirnar hjá samtakinum, um at styrkja marknaðarstøðuna enn meira í Skotlandi, hevur Vónin ognað sær eitt felag í Skotlandi, áður nevnt Mørenot Scotland, nú Vónin Scotland. Felagið veitir tænastu til alivinnuna og hevur tvær støðir, ávikavist í Scalpay á Hebridunum og í Scalloway í Hetlandi. Í felagnum starvast 27 fólk. Harumframt er byggingin av einari nýmótans tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye byrjað, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu komandi ár.

Á Vónini verður nógv orka brúkt uppá menning og nýhugsan. Síðstu árini hevur m.a. verið arbeitt við at menna nýmótans trollemmar, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Úrslitið av menningini er at Vónin nú kann bjóða sínum kundum í uppisjóvarflotanum trollemmar við stýring.

Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum hava feløgini arbeitt miðvíst at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu tvey árini hevur samtakið sent 1.633 tons av nylon tilfari, 485 tons av plastik tilfari og 139 tons av stáli til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. í 2023 vóru sólpanel uppsett á 10.000 fermetra stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn.

Fyri 2023 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 454. Harav starvast 103 av teimum í Føroyum.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semi-pelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.

Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr.

Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

12
Leygardagur 29. juni 2024

Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda hetta verða spennandi

- Hetta er sera spennandi og eg elski at fiskað. Tí skilji eg ikki, at ikki fleiri ungir menn eru áhugaðir í hesum fiskiskapinum, sigur 70 ára gamli Jákup Pauli Egholm

Jákup Pauli Egholm (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit hava havt nógvar ungar menn og dreingir við gjøgnum árini. Vit hava lært teir upp, ja, hava verið eitt slag av ”klekimaskinu”. Tað eru vit bæði takksamir og ernir av. Samstundis eru vit spyrjandi og kanska keddir av, at sera fáir halda fram í hesi vinnu, sigur Jákup Pauli.

Hann veit hvat hann tosar um. Mongu árini við trolara undir Føroyum, hava gjørt hann til ein av mest garvaðu upsamonnum á føroyagrunninum. Hann byrjaði við Cuba-trolara í 1978. Burtursæð frá trimum árum, sum heimamaður, hevur Jákup Pauli Egholm, fiskað upsa og annan botnfisk við Føroyar. Síðstu mongu árini hevur hann verið skipari á Baki, sum samtrolar við Stelk.

- Hetta er sera spennandi og eg elski at fiskað. Tí skilji eg ikki, at ikki fleiri ungir menn eru áhugaðir í hesum fiskiskapinum. Tað sigur 70 ára gamli Jákup Pauli Egholm.

- Vit hava havt nógvar ungar menn og dreingir við gjøgnum árini. Vit hava lært teir upp, ja, hava verið eitt slag av ”klekimaskinu”. Tað eru vit bæði takksamir og ernir av. Samstundis eru vit spyrjandi og kanska keddir av, at sera fáir halda fram í hesi vinnuni, sigur hann.

- Hendan vinnan, eins og alla aðrar vinnur, tørva yngri fólk av og á. Í dag er tað sjálvdan at ungir dreingir spyrja um hýri. Fyri 20 árum síðani fingu vit javnan fyrispurningar um hýru, sigur Jákup Pauli.

- Ein av grundunum er óivað tann, at tað í dag eru fleiri arbeiðspláss hjá ungum at velja í, enn fyri árum síðani. Harafturat velja flestu ung yrkisútbúgvingar til arbeiði uppi á landi, og tí trýtur tað við ungum í fiskivinnuni, sigur hann. 

- Vit hava tveir útlendingar við. Tað er gott, sum støðan er, tí annars skuldi eg javnan leita eftir fólkið millum túrar, og tað er bæði troyttandi og óhugaligt. Vónandi kemur áhugin aftur millum yngri menn fyri hesum fiskiskapinum, sigur hann.

Bakur og Stelkur komu inn leygardagin og landaðu til Faroe Origin í Runavík.

- Vit vóru úti í eina viku og bæði skipini hava fulla last. Tað er umleið 180 tons tilsamans. Nærum alt er upsi, og so er nakað av toski og longu. Vit siga tað er ein góður túrur, tá bæði skipini fáa uppí kørini í eina viku. Síðstu tveir mánaðirnir hava verið góðir til upsafiskiskap, so tað er hugaligt, sigur Jákup Pauli Egholm.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

13 Leygardagur 29. juni 2024

Útlit fyri at gongd kemur á íbúðarverkætlan

Gongur eftir ætlan, fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum

Soleiðis var ætlanin upprunaliga, at íbúðarverkætlanin skuldi síggja út. Tað er broytt nakað so íbúðirnar vera smærri
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2022 var ætlanin at byggja 150 íbúðir í Leitinum í Saltangará. Nú er verkætlanin broytt nakað, og talan verður nú um 180 íbúðir í fýra stigum.

Joel undir Leitinum, nevndarformaður í felagnum sum skal standa fyri byggingini, sigur við Kringvarpið, at gongur eftir ætlan, fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum.

Síðani ætlanin varð kunngjørd fyri tveimum árum síðani, er verkætlanin broytt nakað, soleiðis at íbúðirnar eru smærri enn upprunaliga ætlað. Talan veður um eitt blandingsbyggjarí, har ein partur skal seljast og ein annar leigast út, sigur Joel undir Leitinum við útvarpið.

Íbúðarverkætlanin verður í trimum til fimm hæddir.

Greitt er ikki nær spakin verður settur í.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

14 Leygardagur 29. juni 2024

Avtala um universitetssjúkrahús

Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing

Maria Skaalum Petersen, leiðari í heilsugranskingardeildini á Sjúkrahúsinum, Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, og Martin T. Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetrinum, skrivaðu undir í Kongshøll í vikuni
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya skrivaðu mikudagin undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús.

Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.

Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.

Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Les eisini: Hava undirskrivað semjuskjal um heilsugransking og undirvísing 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

15 Leygardagur 29. juni 2024

Danska stjórnin vil góðkenna føroysk talgild koyrikort

Danska stjórnin er sinnað at gera eina skipan, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark og arbeiða fyri, at donsk talgild koyrikoyrt verða góðkend í Føroyum. Tað er greitt eftir fund millum Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, og Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra

- Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur, tí hvør kann vera ímóti, at eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum, tá danir eru sinnaðir at góðkenna føroyska koyrikortið í talgildu skipanini í Danmark, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur, tí hvør kann vera ímóti, at eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum, tá danir eru sinnaðir at góðkenna føroyska koyrikortið í talgildu skipanini í Danmark, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, eftir at hava umrøtt málið um talgild koyrikort fleiri ferðir við Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra.

Fólkatingskvinnan hevur tikið málið upp við ráðharran, tí hon hevur fingið fleiri áheitanir um, at føroyingar eru ónøgdir við, at hevur tú eitt føroyskt koyrikoyrt, so ber ikki til at fáa tað góðkent í donsku talgildu skipanini.

Harafturat, so verður eitt danskt talgilt koyrikort heldur ikki góðkent í føroysku skipanini í dag.

Thomas Danielsen hevur lovað Annu Falkenberg, at ein loysn kann setast í verk í Danmark, soleiðis at føroysku koyrikortini verða partur av talgildu skipanini í Danmark.

Tað er upp til føroyskar mynduleikar at avgera, um eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum. Ferðslumálaráðharran vil helst loysa málið undir einum, og tí fer hann at venda sær til landsstýrið.

- Eg eri sinnaður at ganga tínum ynskjum á møti. Neyðugt verður at samstarva við føroysku stjórnina og myndugleikarnarnar, ið standa fyri koyrikortunum, sum eg fari at seta meg í samband við í vón um vælvild, sigur Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri.

- Málið fer at gagna túsundtals føroyingum í Danmark, ið kunnu fáa føroyska koyrikortið við sær á telefonina, og harafturat sleppa danir í Føroyum undan at skifta koyrikort. Sjálvandi skulu vit hava smidligar skipanir í Ríkisfelagsskapinum, sigur Anna Falkenberg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

16 Leygardagur 29. juni 2024

Pisufundur í plantasjuni

Hósdagin var pisufundur fyri teimum, ið hava lokið miðnámsprógv á Glasi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Myndir: Sverri Egholm

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

17 Leygardagur 29. juni 2024

Pisur á Gøtusandi

Seinnapartin mikudagin var árligi pisufundurin fyri studentunum, sum hava staðið miðnámsroyndir sínar á Miðnámi á Kambsdali

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Myndir: Sverri Egholm

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

18
Leygardagur 29. juni 2024

Níggju skipsatstøðarar fingið prógv

Hósdagin var próvhandan á Sjónámi

Aftara rað fv: Markus Trygvason Hermansen, Priyanka Bisht, Brandur Solbjerg á Túgvu, Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen. Fremra rað fv: Uni Mikkelsen, Jákup Brimstrond Thomasen, Jógvan Steinarsson Hansen, David Magnason Simonsen, Poul Erikur Kristiansson Dam.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin 20. juni var próvhandan á Sjónámi í Klaksvík, har níggju skipsatstøðarar fingu prógv. Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.

Á hátíðarløtuni helt Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, røðu og Signar í Homrum spældi nakrar sangir. Harumframt vóru felagssangir.

Virðislønir til skipsaststøðarar lætnar av Fiskimannafelagnum:

Besta skipsatstøðaraprógv hevði Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen og fekk eina klokku við barometur.

Fyri besta dugnaskaparprógv fekk David Magnason Simonsen eitt Faroe-time lummaur.

Besti kammeratur (valdur av næmingum) Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen, fekk føroyskar mansjettknappar frá Norðoya Sparikassa.

Fyri ídni fekk Uni Mikkelsen ein Sailor kikara frá Sjónámi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2024

19
Leygardagur 29. juni 2024

20 nýggir maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar

Á samkomu á Vinnuháskúlanum í vikuni fingu 20 lesandi prógv handað

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu á Vinnuháskúlanum týsdagin fingu 20 lesandi prógv handað.

Maskinmeistarar:

[object Object]

Teitur Vilhelmsen Dalsgarð, Kristian Elias Christiansen, Remi Rógvason Rasmussen, Eliesar Høj Joensen, Eyðun Løkságarð Josephsen, Leivur Debes, Óli Magnusmørk, Brian Fagradal, Bjartmar Holm og Hilbert Funn Joensen

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Teitur Vilhelmsen Dalsgarð fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Bjartmar Holm fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Óli Magnusmørk fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa

Ídnisviriðslønina, gávu frá P/F Smyril Line, fekk Kristian Elias Christiansen

Skiparar:

[object Object]

Andrias Sørensen, Eyðin Djurhuus, Fróði Durhuus Fossádal, John Haldansen, Oddur Joensen og Petur Jensen
Eyðin Djurhuus vantar á myndini

Virðisløn fyri hægsta próvtal:
Andrias Sørensen fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship

Skipsførarar:

[object Object]

Beinir Sólsker, Eyðtór Sumberg Samuelsen, Fríði Traber Olsen og Jóhan Randrup Poulsen

Virðisløn fyri hægsta próvtal:
Jóhan Randrup Poulsen fekk eitt gullur frá Maersk A/S

Hægsta miðal próvtal skipsførarar: Jóhan Randrup Poulsen, sekstantur frá Skipara- & Navigatørfelagnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

20 Leygardagur 29. juni 2024

Baðihús í Tjaldarvík latið upp

Limirnir í felagnum Sjódipp í Suðuroy hava fingið frálíkar umstøður at dyppa í Tjaldarvík

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í gjár var eitt tiltak í nýggja baðihúsinum í Tjaldarvík í Suðuroynni.

Tað er felagsskapurin Sjódypp, sum skipaði fyri tiltakinum í sambandi við at baðihúsið er um at vera liðugt.

Verkætlanin hjá Sjódypp byrjaði við at pengar vóru savnaðir inn gjøgnum hópfíggingarportalin. Nú er arbeiðið um at vera liðugt.

[object Object]
(Mynd: Sjódypp á Facebook)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

21
Leygardagur 29. juni 2024

Vestmanna: Bedingin bjóðað út til vinnuligt virksemi

Økið er nú ruddað og nærum klárt hjá øðrum at koma inn á

(Mynd: vestmanna.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú Vestmanna kommuna hevur leigað bedingsøkið í bygdini frá Pf. Mest, sum eigur bedingina, verður møguleiki hjá fyritøkum ella einstaklingum at brúka økið til vinnuligt virksemi.

Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimsíðu síni.

Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað.

Tann 4. juni í ár skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í Pf. MEST, undir leigusáttmála um bedingina.

Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil bygdarráðið hava lív í økið aftur, og bjóðar tí bedingina út til vinnuvirksemi.

- Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan. Er talan um ætlan við bátavirksemi, eru tó ávísar treytir frá Mest.

Kommunan tilskilar sær rætt at velja ímillum innkomnu uppskotini ella einki at velja.

[object Object]
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í Pf. Mest skriva undir leigusáttmálan um bedingina (Mynd: vestmanna.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

22 Leygardagur 29. juni 2024

Grabbin settur í fyri panthøllini í Sandavági

Panthøllin verður 1.200 fermetrar til støddar, og skal eftir ætlan standa klár til nýtslu 1. oktober næsta ár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánadagin setti Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini í Vága kommunu grabban í fyri nýggju panthøllini, sum skal byggjast í grótbrotinum í Sandavági.

Tað var hálvan mai, at løgtingið samtykti uppskotið, um nýggja pantskipan í Føroyum. Tann 23. mai var avtalað undirskrivað millum IRF og Vága kommunu, um leiguøki í grótbrotinum í Sandavági, og í gjár slapp Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini, at seta fyrsta grabban í fyri nýggju høllini.

Í leiguavtaluni stendur, at Vága kommuna skal gera økið byggiklárt fyri IRF. Av tí at tað var stutt skoðsbrá, tí økið skal vera liðugt 15. august, varð arbeiðið bjóða út til tveir arbeiðstakarar í undirhondsboð. J&K Petersen vann ta útbjóðingina.

Jóanis Albert, sum umboðar Vágar í nevndini hjá IRF, fegnast um, at nevndin hjá IRF og Vága kommunu hava tikið so væl undir við, at fáa gjørt høllini í Vágum. Panthøllin verður 1.200 fermetrar til støddar, og væntast kann, at 15 milliónir íløt koma inn um árið.

Sjálv høllin verður bjóðað út innan nakrar fáar vikur, og skal høllin standa klár til nýtslu 1. oktober komandi ár.

[object Object]
Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu og havnanevndini í Vága kommunu, og Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

23 Leygardagur 29. juni 2024

319 rakt av arbeiðsloysi í mai

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent, sum svarar til 285 langtíðararbeiðsleys

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í mai vóru 319 persónar í Føroyum raktir av arbeiðsloysi, og tað eru 82 fleiri enn í mai í fjør, skrivar Hagstovan.

Í mai var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, ið svarar til 285 fulltíðararbeiðsleys, og tað er ein hækking í mun til sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,7 prosent, svarandi til 209 fulltíðararbeiðsleys - persónar, sum eru raktir av arbeiðsloysi allan mánaðin.

Í mai vóru 167 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,0 prosent - 0,3 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,8 prosent ella 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við mai í fjør.

Í mai vóru 30 persónar ella 9,4 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

24 Leygardagur 29. juni 2024

Jógvan Ósá nýggjur stjóri í Bústøðum

Hann kemur úr starvinum sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu

Jógvan Ósá (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum.

Jógvan Ósá er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  

Jógvan Ósá starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eysturkommunu.

Hann byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

25 Leygardagur 29. juni 2024

Joan Kannuberg sett sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla

Joan, sum hevur m.a. verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla, byrjar í starvinum 1. august

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Joan Kannuberg í starv sum einalærara í Húsar/Syðradals skúla frá 1. august 2024 at rokna.

Joan Kannuberg er útbúgvin lærari í 1987. Joan hevur starvast sum lærari í Leirvíkar skúla 1988-2005.

Árini 2006-2023 hevur Joan starvast sum lærari í Fuglafjarðar skúla, har hon eisini nøkur ár røkti starvið sum leiðari á førleikastovuni.

Skúlaárið 2023-2024 hevur Joan verið lærari og fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Joan hevur nógv viðkomandi longri og styttri skeið, sum styrkja hennara førleikar sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla.

Joan er 60 ár og býr í Leirvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

26 Leygardagur 29. juni 2024

27 ár á Brennistøðini

Týsdagin var fráfaringarløta á Kommunalu Brennistøðini í sambandi við, at Jóannes M. Hansen fer úr starvi fyri aldur

John Erik Hansen, stjóri á Brennistøðini og Jóannes M. Hansen, sum nú fer frá fyri aldur (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin var fráfaringarløta á Kommunalu Brennistøðini í sambandi við, at Jóannes M. Hansen fer úr starvi fyri aldur eftir at hava arbeitt har í 27 ár.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu m.a. á, at flestu viðskiftafólk, ið ringja á Brennistøðina, hava tosað við Jóannes, tí tað er hann, ið tekur sær av telefonini og svarar fyrispurningum um prísir, hvat rusk skal hvar, reglur og annað.

[object Object]
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jóannes M. Hansen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Hann vísti eisini á, at Brennistøðin hevur ein umráðandi leiklut í Tórshavnar kommunu:

– Tit eru ein av kjarnutænastunum í Tórshavnar kommunu. Tað var sjón fyri søgn herfyri, tá tað var verkfall.

– Og nógvar eru tænasturnar, ið Brennistøðin veitur, so her er ríkiligt at fáast við hjá tykkum, ið starvast her. Brennistøðin tekur ímóti umleið 17.000 tonsum av burturkasti um árið. Hon selur umleið 4.500 tons av ruskjarni til endurvinningar, og Brennistøðin veitur umleið 32 giga watt tímar til fjarhita um árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

27 Leygardagur 29. juni 2024

Tóku ímóti rynkunum í Havn

Team Rynkeby-súkklararnir endaðu rundferðina í Havn, og fríggjanáttina við Norrønu til Danmarkar

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóskvøldið hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby. Tey fóru av landinum fríggjanáttina við Norrønu og fara at súkkla til Paris.

Tey súkklaðu hósdagin gjøgnum landið. Byrjað varð í Klaksvík, og síðani hava tey vitjað fleiri staðni á vegnum suður til Havnar.

Hetta er 11 ferðin, ið Team Rynkeby fer til Paris. Millum súkklarnar í ár er Niels Mortensen úr Havn, sum hevur verið við á øllum ferðum, síðani Team Rynkeby byrjaði í Føroyum.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Tórshavnar kommunu.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

28 Leygardagur 29. juni 2024

Eivør á Times Square

Tónleikarinnan sjálv trýr ikki rættiliga sínum egnu eygum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

"Is this really happening? Pinch me", skrivar Eivør á Instagram, og trýr ikki rættiliga sínum egnu eygum.

Tað er ikki oftari enn so, at føroyskar lýsingar eru at síggja á bleiktrandi skíggjum úti í stóru verð. Á Times Square á Manhattan New York í vikuni, var ein stór lýsing við Eivør at síggja.

Lýsingin var fyri tíggjundu soloútgávuna hjá Eivør, "Enn", sum júst er komin út.

Eivør má sigast at vera kendasta tónleikanavnið vit hava í Føroyum. Í síðstu viku framførdi hon á Copenhell í Keypmannahavn.

Eini 330.000 hava sína gongd dagliga gjøgnum økið Times Square, nógv av teimum eru ferðafólk.

[object Object](Mynd: Eivør / Instagram)

[object Object](Mynd: Eivør / Instagram)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

29 Leygardagur 29. juni 2024

Her er skráin til Voxbotn

Voxbotn verður í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóri konsertdagurin í Vágsbotni hevur havt góða undirtøku seinastu nógvu árini, og tað er meira enn so komið fyri at tað er útselt.

Ársins Voxbotn verður í Vágsbotni í dag, og lagt verður upp til eitt stórt kvøld.

Nøvnini eru seinastu mánaðirnar kunngjørd, og nú er skráin eisini kunngjørd.

Tey sum framføra á Voxbotn 2024 eru Ester Skála, Burhan G, Peter A.G, SMS-Vox vinnarar, All stars, Jokeren, Tessa, Janus W. Mortensen, Nick Carter, Justin Jesso, Gobs, og Tobias Rahim.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

30 Leygardagur 29. juni 2024

Tórshavnar kommuna letur eina millión til størri listaligar verkætlanir

Tíggju umsóknir komu inn, og seks verkætlanir hava fingið stuðul

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stuðul til størri listaligar verkætlanir er stuðulsmøguleiki, sum Tórshavnar kommuna á fyrsta sinni bjóðaði í 2023. Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í kommununi. Ein millión krónur vórðu settar av til endamálið í 2024, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru 10 umsóknir komnar inn umboðandi listagreinarnar tónlist, leiklist, dansilit og ritlist.

Søkjast kann um í mesta lagi 300.000 krónur, og eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum, sum fevndi um umboð fyri fyrisitingina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar Kommunu, valdi mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at stuðla seks verkætlanum:

– Samanumtikið kann sigast um hesar verkætlanirnar, at tær best uppfylla treytirnar fyri stuðli í mun til dygd, menning og visjónina hjá Tórshavnar kommunu, og best tæna endamálinum við stuðlinum, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

– Saman umboða tær ein breiðan úrskurð av listagreinum, fleiri teirra arbeiða tvørlistaliga, tær fevna breitt (innan listagreinina, geografiskt í kommununi, um ymsar aldursbólkar o.a.), og tær eru allar mennandi fyri ta listagrein, tær umboða. Fleiri av verkætlanunum hava sum endamál at styrkja mentanarumhvørvið sum heild við at samstarva og skapa sambond tvørtur um listagreinar og genrur, ættarlið, málbólkar, felagsskapir, yrkis- og áhugalist o.a.

Verkætlanirnar, ið fingu stuðul, eru:

Dreymaleikur hjá Teatur Grugg – 300.000 krónur (søktu 300.000 kr.)
Teatur Grugg við Súsonnu og Riu Tórgarð á odda framleiðir leikin Dreymaleik eftir August Strindberg. Talan er um ein klassikara innan leiklistina, sum skal framførast í nútíðarhami. Hanus Kamban hevur umsett tekstin til føroyskt, og leikarahópurin telur nakrar av mest royndu leikarunum, vit eiga – bæði her heima og uttanlands.

Upphav hjá Gunnvá Zachariassen – 200.000 krónur (søkti 250.000 kr.)
Upphav er upprunaleikur, sum Gunnvá Zachariassen skrivar, framleiðir og framførir. Leikurin, sum verður ein samanseting av sjónleiki og story-telling, byggir á veruligar hendingar í Hesti, tá nærum helvtin av monnunum í bygdini gingu burtur. Søgan verður søgd frá sjónarhorninum hjá ommu Gunnvá, sum tá var smágenta.

Rýtmugrafi hjá Dansivirkinum RIVA – 150.000 krónur (søktu 190.000 kr.)
Rýtmugrafi er ein tvørlistalig verkætlan, sum samantvinnar dans og tónlist. Dansivirkið RIVA, sum er einasta yrkisdansibólkur í Føroyum, hevur funnið saman við Føroya Slagverksensemble, sum er bólkur við 4 yrkislærdum slagverksspælarum, um at skapa eitt nýtt tvørlistaligt verk, har samanspælið ímillum dans og rýtmu verður granskað.

Samdrigin hjá Onnu Katrini Egilstrøð – 150.000 krónur (søkti 150.000 kr.)
Samdrigin er ein tvørlistalig opera, har samtíðarklassiskur tónleikur verður settur saman við elektronikki, operu, heavy metal og dansi. Verkætlanin viðgerð sera viðkomandi samfelagsslig evni, nevniliga sálarligan harskap og trauma millum kvinnur. Lív Róadóttir Jæger skal skriva tekstin til operuna.

Altjóða bókmentafestivalur í Havn hjá Kim Simonsen o.ø. – 100.000 krónur (søktu 200.000 kr.)
Altjóða bókmentafestivalur í Havn er nýggjur 10-daga langur festivalur, sum fer at seta dám á allan býin í oktober. Tiltøk verða bæði á vanligum mentanarstøðum so sum í Býarbókasavninum og á Listasavninum og úti í náttúruni í Sandagerði, í Húsahaga o.a. Við á festivalinum verða leiðandi rithøvundar í Føroyum umframt útlendskir rithøvundar og fakfólk.

Sex. Love in USSR hjá Serhii Ilin – 100.000 krónur (søkti 100.000 kr.)
Leiklistaverkætlan hjá ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin, sum er flýddur til Føroya undan krígnum í Ukraina og nú búsitandi í Tórshavn. Leikurin er ein nútíðartulking av einum leiki frá tíðini, tá Sovjettsamveldið var til, og kavar niður í tær goymdu, men sera sterku ósemjurnar, sum áleikandi kríggið hevur vakt í fyrrverandi sovjetiskum tjóðum, og sum eru við til at syndra hesar tjóðirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2024

31 Leygardagur 29. juni 2024

Tær fýra árstíðirnar sum vanlig frímerki

Fyri ári síðan gav Posta, sum fyrsta norðurlendska postverk, út kryptofrímerki, og nú verða tekningarnar hjá Heiðrik á Heygum givnar út sum vanlig frímerki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri ári síðan gav Posta, sum fyrsta norðurlendska postverk, út kryptofrímerki. Myndevnið var árstíðirnar, sum Heiðrik á Heygum sniðgav, og nú, júst eitt ár seinni, verða vøkru tekningarnar givnar út sum vanlig frímerki, tó hesa ferð settar saman í einum smáarki við vøkrum blómukanti, boðar Posta frá í tíðindaskrivi.

Um íblásturin til útgávuna sigur Heiðrik á Heygum soleiðis:

– Posta læt mær eina sera spennandi uppgávu upp í hendur. Eg varð biðin um at sniðgeva frímerki, sum myndaðu tær fýra árstíðirnar í Føroyum. Spentur upp á at fagna okkara serstaka mentanarliga samleika, fekk eg íblástur úr vøkru broderaðu blómunum í føroysku klæðunum. Við at seta blómur og djór, alt eftir árstíðini, inn í sniðini, royndi eg at skapa frímerki, sum myndaðu tær veruligu Føroyar.

– Eg valdi við vilja svarta bakgrund við tilvísing til siðbundnu føroysku klæðini, sum ofta eru svørt við vøkrum broderaðum blómum. Henda avgerð fagnar ikki einans okkara mentanararvi, men dregur eisini fram vøkru blómulitirnar og skapar harvið eina visuelt eyðsýnda samanseting, sum ger tann siðbundna føroyska estetikkin ítøkiligan, sigur hann.

Í sambandi við útgávuna hevur Posta eisini latið framleitt eina heilt serliga mappu í avmarkaðari nøgd. Í mappuni eru øll fýra kryptofrímerkini umframt ein serlig útgáva av vakra smáarkinum, sum er talmerkt og hevur undirskriftina hjá Heiðriki á.

Frímerkini kunnu keypast á stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

32 Leygardagur 29. juni 2024

Mark Rutte nýggjur Nato-aðalskrivari

Niðurlendski forsætisráðharrin er valdur sum nýggjur Nato-aðalskrivari

Mark Rutte (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Niðurlendski forsætisráðharrin Mark Rutte, er valdur sum nýggjur Nato-aðalskrivari.

Hetta gjørdust Nato-londini samd um í vikuni, skriva Reuters og AFP tíðindastovurnar.

Rutter loysir norska Jens Stoltenberg av. Anders Fogh Rasmussen hevur eisini sitið sum aðalskrivari í Nato.

Jens Stoltenberg hevur verið aðalskrivari síðan 2014, og 1. oktober fer hann frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

33 Leygardagur 29. juni 2024

Assange nú ein frælsur maður heima í Avstralia

Kona hansara heitir á almenningin um at geva tol og geva teimum frið í eina tíð áðrenn Julian Assange sjálvur fer at úttala seg

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stovnarin av WikiLeaks, Julian Assange, hevur brúk fyri privatlívi og tíð at koma seg eftir at hava sitið í fimm á í hátrygdarfongsli í Bretlandi.

Tað segði kona hansara, Stella Assange, sambært AFP tíðindastovuni, eftir at Julian Assange mikudagin lendi í heimlandinum Avstralia.

- Eg biði tykkum vinarliga um at geva okkum pláss, geva okkum privatlív og lata okkara familju gerast ein familja aftur, áðrenn hann eftir egnum ynski einaferð fer at tosa við almenningin aftur, segði hon á einum tíðindafundi í Canberra.

[object Object]
Stella Assange (Mynd: EPA)

Flogfarið við Assange lendi í avstralska høvuðsstaðnum mikukvøld lokala tíð. Hetta var eftir at hann í einum amerikanskum rætti í Marianaoyggjum hevði játtað seg sekan í samansvørjing til tess at fáa fatur í og almannakunngera loyniløg skjøl frá amerikanska hervaldinum.

Assange kom til heimlandið 14 ár eftir at skjølini vórðu almannakunngjørd á WikiLeaks.

Julian Assange hevur gjørt eina avtalu við amerikanskar myndugleikar. Avtalan innibert, at fongsulsrevsingin, sum hann skuldi fáa, svarar til tíðina, sum hann longu hevur sitið í Belmarsh fongslinum í Bretlandi.

Harvið er hann nú ein frælsur maður í Avstralia, skrivar Ritzau. 

[object Object]
Assange á veg út úr rættarhølinum í Saipan á Norðraru Marianaoyggjum sum frælsur maður (Mynd: EPA)

[object Object]
Assange setir fótin á heimlandsjørð (Mynd: EPA)

[object Object]
Konan Stella tók ímóti (Mynd: EPA)

[object Object]

[object Object]
(Myndir: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

34 Leygardagur 29. juni 2024

Krúnprinsurin fekk húgvuna

Var uppi í høvuðsuppgávuni mánadagin - men vildi ikki út við hvat ummælið var

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú kunnu tey gera klárt at halda húgvuveitslu á Amalienborg í Keypmannahavn aftur. Komandi kongurin í Danmark, 18 ára gamli Christian krúnprinsur, fekk studentshúgvuna á høvdið á Ordrup Gymnasium mánadagin.

Krúnprinsurin byrjaði annars miðnámsútbúgving sína á Herlufsholm Kostskole, men eftir at tað var avdúkað í eini sjónvarpssending, at umfatandi happing, harðskapur og kynsligur ágangur fór fram á kostskúlanum, varð avgjørt, at prinsurin frá 2022 skuldi halda fram í 2.g á Ordrup Gymnasium.

Krúnprinsurin var uppi í munnligari verju av síni høvuðsuppgávu í dag – tað, ið verður kalla SRP (Studieretningsprojekt) á donskum miðnámsskúlum. Sjálvur vildi Christian ikki upplýsa hvat ummæli hann fekk, men at hann var nøgdur.

Tað var lærarin, sum setti húgvuna á høvdið á kongaliga næminginum, veit dr.dk at siga.

Uttanfyri bíðaðu foreldur hansara og systkinini Isabella, Vincent og Josephine.

- Tað vildi verið løgið, um eg ikki var errin í dag. Hann hevur havt trý góð ár á miðnámi, og nú stendur úrslitið her, errin og flottur, segði Fríðrik kongur við miðlarnar.

Tað er enn ikki alment kent, hvat krúnprinsurin nú skal gera. Men í sjónvarpssendingini hjá DR, ‘Prins Christian – En kongelig rejse’ segði hann, at hann sær fram til at fara í hertænastu. Í dag segði hann, at hann “helst fer út at hyggja at verðini og royna seg sjálvan av á ein nýggjan hátt”.

Um framtíðarætlanirnar segði mamman, Mary drotning:

- Ætlanirnar eru við at vera komnar upp á pláss. Tað bíða honum spennandi ár fyri framman.

Men fyrst skal studentsprógvið feirast og summarið njótast. Próvhandanin skuldi vera í gjár, og eftir tað fer krónprinsurin út at koyra í pyntaðum vogni og halda veitslu saman við floksfeløgunum.

Myndir: EPA

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

35 Leygardagur 29. juni 2024

Rúmdarfar komið aftur við tilfari av mánanum

Hetta er fyrsta ferðin, at royndir eru tiknar av handaru síðuni av mánanum, sum altíð vendir burtur frá jørðini

Rúmdarhylkið frá Chang'e-6 lendi týsmorgunin nærhendis býin Siziwang Banner í norðurkinesiska landslutinum Innara Mongolia (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kinesiska rúmdarhylkið Chang’e-6 lendi týsdagin á jørðini við grótroyndum frá handaru síðuni á mánanum.

Kina er sostatt fyrsta landið, sum hevur royndir av yvirflatuni frá handaru síðuni av mánanum við aftur til jørðina, skrivar Reuters tíðindastovan.

Royndirnar eru tiknar í Aitken-lægdini, sum er tað størsta og elsta kenda spreingihol ella -koppur (krater) á mánanum.

Koppurin er umleið 2.500 kilometrar í diametur, er millum 6,2 og 8,2 kilometrar djúpur og liggur á teirri síðuni av mánanum, ið altíð vendir burtur frá jørðini.

Chang'e-6 lendi í morgun í landslutinum Innara Mongolia eftir eina væleydnaða mánaferð. Chang'e-6 varð send út 3. mai av kinesisku oynni, Hainan, og tað var kinesiski rúmdarstovnurin CNSA, sum stóð fyri útskjótingini.

Sambært amerikanska rúmdarstovninum, Nasa, var ætlanin við kinesisku mánaferðini at innsavna umleið tvey kilo av mánatilfari.

Undan hesi ferðini – í 2020 – gjøgnumførdi Kina eina væleydnaða ferð við Chang’e-5, sum tók royndir av síðini av mánanum, sum vendir móti jørðini.

Les grein frá 2020: Væleydnað kinesisk mánaferð

Les grein frá 2019: Fyri fyrstu ferð á myrku síðuni av mánanum

Í hesum sambandi vórðu higartil ókend mineral funnin, eins og granskararnir fingu nýggja vitan um ‘jarðfrøðiligu’ søguna hjá mánanum.

Handara síðan av mánanum verður lýst sum “eitt øðrvísi stað, har tilfarið er øðrvísi, og sum hevur eina aðra søgu”, enn síðan, sum vendir móti jørðini, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

36 Leygardagur 29. juni 2024

100 prosent grøn orka – eisini í meginøkinum

Í næstan eitt heilt samdøgur farna vikuskiftið var stilt bæði á Sundsverkinum og Vágsverkinum

Dieselmotorarnir á Sundi vóru kvirrir í 23 tímar um vikuskiftið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í 23 tímar frá leygarkvøldinum 22. juni og út á sunnukvøldið 23. juni var púra kvirt á bæði Sundsverkinum og Vágsverkinum, tá elframleiðslan var 100 prosent grøn, skrivar Sev á heimasðiðuni.

Tað er ikki óvanligt, at motorarnir á Vágsverkinum standa stillir, men longri ímillum, at tað hendir á Sundsverkinum.

Tær ferðirnar, Sundsverkið ikki hevur koyrt, hava bingjurnar á Norðtoftum kortini verið virknar, og tí hevur elframleiðslan ikki verið 100 prosent grøn. Men nú kaðalsambandið norður um fjall er um at vera liðugt, og tørvur ikki longur er á eyka máttinum í bingunum, ber til at koyra við 100 prosent grønari orku, eisini í meginøkinum.

Eyka mátt norðan fyri Fjall

Seinastu trý-fýra árini hevur verið neyðugt við tveimum bingjum við eyka mátti fyri at tryggja neyðuga elorku til økið norðan fyri Fjall, har m.a. alibrúk hjá Bakkafrosti er.

Verandi linju- og kaðalsamband var ikki nóg sterkt til at nøkta tann knappliga ógvusliga økta eftirspurningin eftir elorku, tá Articon fór í gongd við tunnilsarbeiðið og Bakkafrost fór undir økt virksemi á Norðtoftum.

Ímeðan bíðað varð eftir at kunna leggja nýtt og styrkt kaðalsamband í nýggju tunlarnar norður um Fjall, blivu bingjurnar báðar settar upp á Norðtoftum.

Tað hevur virkað væl, og stóru kundarnir norðanfyri hava ikki merkt nakað, skrivar Sev. 

Arbeiðið at leggja nýggja kaðalsambandið millum Strond og Norðtoftir er nú stórt sæð liðugt, og bingjurnar blivu sløktar hósdagin 2. mai. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

37 Leygardagur 29. juni 2024

BBC: Føroyar á grøna heimskortið

Víðagitna sendirøðin á bretsku sjónvarpsrásini BBC “Click” viðgjørdi herfyri spennandi orkumenningarverkætlanina hjá Minesto og SEV í Vestmannasundi

Jounalistur frá BBC vitjar Minesto/SEV sjóvarfalsorkustøðina í Vestmanna
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hon man teljast millum eina ta mest vitjaðu røðirna í BBC, har tøkni, vísindi, orka og grøna orkuskiftið og mangt annað, sum hoyrir tíðini og ikki minst framtíðini til, verða umrødd hvørja viku.

Leiðslan í “Click”, sum sendirøðin eitur, hevði fingið eygað á lítla oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi, nú tað ræður um at varpa ljós á nýggjar leiðir at útvinna orku úr náttúrutilfeinginum, í hesum føri Føroyar við sínum náttúruskaptu møguleikum fyri sjóvarfalsorku.

[object Object]

BBC helt hesa forkunnugu søgu úr grannalagnum verða so mikið áhugaverda, at tey sendu ein av sínum orkujournalistum til Føroya. Her vórðu upptøkur gjørdar av drekanum í Vestmannasundi og samrøður við fólk frá bæði Minesto og SEV.

Niðurstøðan í sendingini er, at sjóvarfalsorka er kolveltandi varandi orka, ið kann gerast ein týðandi framtíðar loysn í grøna orkuskiftinum ikki minst í oyggjasamfeløgum sum Føroyar. Nógvar royndir verða gjørdar kring allan heim við hesum orkuslagnum og telist verkætlanin hjá Minesto og SEV millum tær fremstu av sínum slag. Minesto hevur eitt nú við almennum stuðuli eisini ment eina loysn, sum felagið nú í nøkur ár hevur roynt í Føroyum og sum longu framleiðir streym inn á netið.

[object Object]

Í sendingini kemur eisini fram, at nógvir møguleikar eru at seta upp slík sjóvarfalsorkuverk kring Føroyar. Vestmannasund er bara tað fyrsta og seinni kemur eisini Heystfjørður og onnur øki við inn í myndina.  

Í BBC sendingini verður víst á, at Føroyar liggja fjarskotnar og eru tí bundnar av innflutningi av olju og gassi úr øðrum londum.

Men Føroyar vilja gerast partur av grøna orkuskiftinum og her kemur Minesto verkætlanin inn í myndina sum ein týðandi partur, har sjóvarfalsorka kann framleiða streym inn á lokala og har vera við til at kunna avloysa vind- og vatnorku, tá hesar  ikki eru til steðar í nóg stóran mun.

- Kunnu  vit gera bruk av sjóvarfalsorkuni á fleiri plássum í Føroyum, so kann hon vera lykilin til at menna alla orkuskipanini, sum fevnir um bæði vind, sól og vatn og harvið vera innflutta olju fyriuttan sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV við BBC, sum kemur til ta niðurstøðu, at sjóvarfalsorkan, tá hon er roynd og ment, kann gerast gull verd fyri alt orkumixið í Føroyum.

Hugaligt at ein heimsumfatandi sjónvarpsrás sum BBC varpar ljós á royndirnar at gera føroysku orkuveitingina meira grøna. 

Sí BBC-innslagið her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

38 Leygardagur 29. juni 2024

Danir gera grøna avtalu um landbúnaðin

Sum fyrsta landið fer Danmark nú at seta í verk tiltøk, sum skulu avmarka negativu avleiðingarnar frá landbúnaðinum á bæði náttúru og umhvørvi, lívið í sjónum og veðurlagið  

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru teir tríggir stjórnarflokkarnir við undirtøku frá landbúnaðar- og náttúrufriðingarfeløgum, sum hava tikið stig til avtaluna, ið ber í sær, at álagt verður landbúnaðinum at rinda eitt CO2 avgjald frá 2030. Avgjaldið verður 120 krónur fyri tonsið av CO2 og verður prísurin hækkaður til 300 krónur í 2035.

Avtalan inniber eisini, at 20 prosent av búnaðarjørð og aðrari óbrúktari jørð verður friðað og skulu m.a. plantast trø. Brúk av eitrandi evnum sum pestisidum verður bannað ella avmarkað. Hetta verður gjørt fyri at verja lívið í sjónum og áum. Nógvir firðir í Danmark eru eitraðir av dálkandi evnum sum køvievni frá landbúnaðinum soleiðis, at fiskasløg eru oydd.

Sum heild verður tikið undir við avtaluni, sum kemur eftir at aðrir partar av vinnuni, eitt nú ídnaðurin eisini hevur góðtikið eitt CO2 avgjald. Tó er greitt, at avtalan fer at hava við sær  færri arbeiðspláss í landbúnaðinum. Avtalan fer serstakliga at skerja talið av neytum. 

Í sambandi við avtaluna verður stovnaður ein grunnur, sum skal veita fígging til træplantan og at leggja um landbúnaðarjørð til náttúruøki. 

Samanumtikið skal avtalan verja veðurlagið, náttúruna og lívið í sjónum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

39 Leygardagur 29. juni 2024

HB koppaði aftur trífaldu føroyameistarunum

Nú er FM vorðin ein kapprenning millum HB og Víking. Áki Samuelsen skjeyt øll málini í 3-0 sigrinum á KÍ í Gundadali. Víkingur vann lættliga eisini 3-0. Tað var móti B68 í Sarpugerði

Áki Samuelsen og hinir bastu KÍ - fyrri fjórðu ferð í ár. Nummar 10 hevur skorað hattrikk tvær ferðir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Har er vent í holuni millum KÍ og HB, í mun til seinastu árini tá HB ikki vann ein kappingardyst móti arvafíggindunum í útvið fýra ár. Hetta varð aftur staðfest í Gundadali sunnukvøldið. Gamaní skapti KÍ nógvar góðar málmøguleikar, men tað var HB, ið sum heild hevði tamarhald á dystinum og í roynd og veru sendi KÍ úr FM-stríðnum. 

Tað byrjaði við einum braki í høvuðsstaðnum. Tað var helst ein góð mynd uppá kappingarárið hjá liðnum, at KÍ innan fyrstu seks minuttirnar hevði tveir góðar møguleikar - ein eftir høgt trýst og einn eftir gott innlegg - men at tað var HB, sum kom á odda tíðliga.

[object Object]
HB-fagnaður beinavegin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Teitur Matras Gestsson bjargaði royndunum hjá Claes Kronberg og Páll Klettskarð, har tann seinna var heilt flott. Í hinum endanum vísti Áki Samuelsen veruliga sínar dygdir. 20-ára gamli vongurin dribblaði inn úr vinstru, setti snilt Deni Pavlovic og Dan í Soylu av og smekkaði bóltin í KÍ-málið úr 25-metrum.

Mark Jensen fekk hondina á harða skotið hjá Áka, og kundi helst gjørt tað betri við nærru stong í samband við 2-0 málið. Talan var tó aftur um flotta atgerð hjá unga HB'aranum, sum bjóðaði Jóannes Kalsø Danielsen av, trekti til vinstru í brotsteignum og setti vinstra fótin á. Undir ein minuttir spældir av 2. hálvleiki og 2-0.

[object Object]KÍ skuldi royna at halda fast í HB, men vegna málini hjá Áka Samuelsen eydnaðist tað ikki. Nummar 10 hjá teimum reyð-svørtu vísti størri skerpni enn Áni Frederiksberg og hinir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte hevði verið nær við at økja í 1. hálvleiki, tá miðvallarin rakti stongina, men annars var tað KÍ, sum hevði fleri støður fyri steðgin. Teitur Matras Gestsson hevði tó fleiri bjargingar.

Tað eydnaðist heldur ikki Pálli, Árna Frederiksberg, Pæturi Petersen og hinum at skora í 2. hálvleiki, hóast KÍ eina løtu veruliga var omaná. Fótur og hond hjá Teiti, stongin og HB-bein vóru millum tað, ið vóru fyri.

Sí fleiri myndir frá dystinum her

[object Object]
Liðskiparin Teitur Matras Gestsson og lið hansara hava fingið tamarhaldið á KÍ og renna saman við Víkingi. Hálvi klaksvíkingurin, sum spældi við KÍ síni fyrstu ár, stóð væl móti KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]KÍ søkti at fleiri ferðir, men Teitur var stinnur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mattias bjargaði B36 móti botnliði

Tríggir dystir í 14. umfari byrjaðu klokkan 15 sunnudagin. Allir vóru í Eysturoynni. Í tveimum var spenningur ikki í, tá dysturin fór inn í seinastu løtuna, men í Fuglafirði var nógv drama.

Tað var eisini málríkt, og eftir tíggju minuttir var longu 1-1. Fyst Zean Dalügge við stútara eftir horna og síðani vandamikli Jhon Mena Perez eftir góða sending frá Elivo Glemini og trygt skot.

Jann Benjaminsen legði upp til fyrsta málið, og í 24. minutti dribblaði bakkurin seg sjálvur í góða støðu og legði bóltin væl í longra málhornið. Tá hevði B36 tikið yvir, og hóast ÍF hevði nakrar góðar løtur í 1. hálvleiki, sá tað út til, at liðið hjá Magna Hoseth hevði fingið tamarhald á tí.

Tað bleiv eisini 1-3 miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Hannes Agnarsson skoraði í sínum triðja Betrideildardysti á rað. Hetta var eftir gott bandaspæl hjá innskiftu Gutta Dahl-Olsen og Bjarka Nielsen. ÍF var tó samanlagt betri í 2. hálvleiki, og botnliðið hótti javnan B36. Vilmer Rønnberg og Thomas Lillo manglaðu, B36 spældi harvið uttan nátúrligar miðverjar, málverji varð aftur skiftur til dystin, og sum heild hevur verjuparturin verið ein stórur trupulleiki í ár.

Hetta sást, og tá eitt korter var eftir, skoraði Uros Stojanov eitt "typiskt Uros-mál" við aftaru stongi. Størri trýst, eitt mál afturat lá í luftini, ÍF kundi - og átti helst - fingið eitt brotsspark - og í 87. minutti javnaði Kasper Sommerstedt. Danin skoraði tvey mál í 4-4 javnleikinum millum liðni síðst í apríl.

ÍF fekk tó ikki stig móti B36 á hesum sinni, hóast avrikið var til tað. Í yvirtíðini spældi B36 aftur væl, og innskifti Mattias Hellisdal avgjørdi dystin. Harvið sluppu Hoseth og hansara menn við skrekkinum. Fyrsti sigur hjá B36 í Betrideildini síðani 13. mars (1-0 á EB/Streymi).

[object Object]18-ára gamli Mattias Hellisdal gjørdist hetjan hjá B36, tá liðið fekk harðvunnan og umráðandi sigur. Árni Nóa Atlason og Víkingur vunnu 3-0 á B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Álopsprofilar í hopla í Sarpugerði og við Løkin

B36 roynir at hanga í NSÍ. Sunnudagin spældi liðið hjá Jens Wedeborg væl, har teir tríggir fremstu gjørdu bart. Klæmint Andrasson Olsen skoraði tvær ferðir, og Steffan Løkin og Petur Knudsen løgdu báðir upp og skoraðu - Betuel Hansen legði eisini væl upp til málið hjá Peturi.

Hol kom á beint fyri steðgin eftir nógvar stórar møguleikar til heimaliðið. Síðani gjørdist 2-0. EB/Streymur hótti eina løtu í 2. hálvleiki, áðrenn vælspælandi Steffan Løkin skoraði. NSÍ liggur væl fyri á evropeiskum plássi.

Víkingur heldur fram við at vinna. Olaf Bárðarson skoraði beinanvegin, og eftir 2-0 málið hjá Sølva Vatnhamar stutt fyri steðgin, kom ikki ordiliga spenningur í dystin. Jørgen Nielsen kom eisini á máltalvuna móti sínum gamla felagi. Ingi Jonhardsson var aftur á vøllinum, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen staðfesti aftur sína styrki

Mánakvøldið vann 07 Vestur 2-1 á Skála, og lyfti seg harvið upp á 18 stig fyri 14 dystir. Liðið er á 6. plássi og langt frá niðurflytingarvanda - sjey stig eru upp til NSÍ og 4. plássið.

Hóast sigurin, skuldi dysturin vísa seg at vera seinasti dystur hjá 07 Vestur venjaranum, Steffen Landro.

14. umfar í Betrideildini
Sunndagin 23. juni

HB - KÍ 3-0 (1-0)
04' 1-0 Áki Samuelsen 
46' 2-0 Áki Samuelsen (Mohamed Samba)
77' 3-0 Áki Samuelsen (Mathias Voss)

ÍF - B36 3-4 (1-2)
10' 0-1 Zean Dalügge (Jann Benjaminsen)
11' 1-1 Jhon Mena Perez (Elvio Gelmini)
24' 1-2 Jann Benjaminsen (Marius Kryger Lindh)
69' 1-3 Hannes Agnarsson (Bjarki Nielsen)
76' 2-3 Uros Stojanov (Elvio Gelmini)
87' 3-3 Kasper Sommerstedt (Elias Lervig)
90+1' 3-4 Mattias Hellisdal (Bjarki Nielsen)

Víkingur - B68 3-0 (2-0)
02' 1-0 Olaf Bárðarson (Sølvi Vatnhamar)
38' 2-0 Sølvi Vatnhamar (Poul Kallsberg)
75' 3-0 Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson

NSÍ - EB/Streymur 4-0 (1-0)
45+3' 1-0 Klæmint Andrasson Olsen
50' 2-0 Petur Knudsen (Betuel Hansen)
80' 3-0 Steffan Løkin (Petur Knudsen)
90' 4-0 Klæmint Andrasson Olsen (Steffan Løkin)

Mánadagin 24. juni

Skála ÍF - 07 Vestur 1-2 (0-0)
49' 0-1 Emil Pedersen
62' 0-2 Erik Gunnarsson
72' 1-2 Carlos Ferreira


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2024

40 Leygardagur 29. juni 2024

HB snávaði á Svangaskarði

B68 fekk óvæntað trý stig móti FM-biðlunum í HB. Trý stig, sum kunnu gerast dýr í meistarastríðnum hjá teimum reyðu og svørtu

Frøi á toftamonnum (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kom bara eitt mál á Svangaskarði fríggjakvøldið. Málið skoraði 17 ára gamli Bartal Páll Klein í 27. minutti tá hann legði B68 á odda. Hetta var eftir mistak í HB-verjuni.

Hóast HB trýsti og trýsti, og seinni hálvleikur at kalla var eitt langt HB-álop, fingu teir reyðu og svørtu ikki bóltin inn. B68 stríddist sum úlvur á skóg, og onkursvegna lá onkur fyri ella skutu HB'ararnir við síðurnar av hvørja ferð.

1-0 til B68, sum undan hesum umfarinum lá til niðurflyting á níggjunda plássi. Trý óvæntað, men ikki minst kærkomin stig til toftamenn, sum nú hava tíggju stig og eru fyribils á einum áttanda plássi.

KÍ avstað við øllum í Runavík

Klaksvíkingar eru ikki avskrivaðir í FM-stríðnum enn. Við sigri móti NSÍ fríggjakvøldið eru bara seks stig upp til havnarmenn á øðrum plássi.

NSÍ lá annars leingi til at vinna dystin. Klæmint Andrasson Olsen legði runavíkingar á odda í 56. minutti, men ikki fyrr enn sjey minuttir vóru eftir javnaðu trífaldu føroyameistararnir.

Tað var tá Páll Klettskarð stóð klárur eftir eina hálvbjarging frá NSÍ málverjanum Kristiani Joensen, og sett bóltin í netið.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat var brotsspark dømt móti NSÍ. Árni Frederiksberg var settur at skjóta, og hann gjørdi sína skyldu. 2-1 til KÍ, sum fór avstað við øllum trimum stigunum.

Í NSÍ leguni var stórnøgd um bæði málini hjá KÍ. Í fyrra málinum um, at dómarin, Kári á Høvdanum, ikki steðgaði spælinum áðrenn málið, tí NSÍ-spælari lá niðri og tók seg til høvdið.

Í seinna málinum var ónøgd um, at dómarin ikki dømdi fríspark fyri hevnisøku, tá KÍ var á veg fram at leggja seg á odda.

KÍ hevur nú 33 stig, og bara seks stig eru upp til HB og Víking á deildum fyrsta plássi. Tað skal tó nevnast, at Víkingur hevur leikt ein dyst færri, og tekur ímóti EB/Streymi í kvøld.

Við sigri í kvøld, kundu runavíkingar blanda seg í bronsustríðið, men tað verður ikki fyribils, nú átta stig eru upp til KÍ.

B68 - HB 1-0 (1-0)
27' 1-0 Bartal Páll Klein

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' 1-0 Klæmint Andrasson Olsen
83' 1-1 Páll Andrasson Klettskarð
90+5' 1-2 Árni Frederiksberg br.

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 39 stig
2. HB 39 stig*
3. KÍ 27 33 stig*
4. NSÍ 25 stig*
5. B36 20 stig
6. 07 Vestur 18 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig*
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig
*Ein dyst fleiri

Komandi dystir:
Í dag, leygardagin kl. 17: Víkingur - EB/Streymur
Í dag, leygardagin kl. 17: B36 - Skála

Í morgin, sunnuddagin kl. 15: 07 Vestur - ÍF

Mikudagin 3. juli kl. 18.30: Skála ÍF - B68

Hósdagin 4. juli kl. 18.30: KÍ - B36
Hósdagin 4. juli kl. 18.30: Víkingur - HB

Fríggjadagin 5. juli kl. 17: NSÍ - 07 Vestur

Leygardagin 6. juli kl. 17: ÍF - EB/Streymur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2024

41 Leygardagur 29. juni 2024

Dan Brimsvík nýggjur venjari í Vágum

Menningin av ungum leikarum hevur størri raðfesting í 07 Vestur enn úrslitini her og nú

Dan Brimsvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður fyrrverandi venjarin hjá B36, Dan Brimsvík, sum verður nýggjur høvuðsvenjari hjá felagsliðnum í Vágum, 07 Vestur.

Hann avloysir norðmannin Steffen Landro, hvørs sáttmáli varð uppsagdur eftir dystin í Betrideildini móti Skála ÍF mánakvøldið. 07 Vestur vann dystin 2-1.

07 Vestur skrivar á heimasíðu síni, at tað er umráðandi at fáa spælt nakrar av ungu talentunum í felagnum inn á besta liðið. Og tað er við hesum fyri eyga, at Dan Brimsvík nú er settur sum nýggjur venjari.

Dan hevur UEFA A-Lisens, og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin bachelor í ítróttavísindum frá Københavns Universitet.

- Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttan fyri vøllin, sigur nevndin.

Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum.

- Eg vóni at kunna byggja upp á tað góða arbeiði, sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina, kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.

- Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni, har liðið roynir at fáa fatur á ovara hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík við heimasíðuna hjá 07 Vestur.

07 Vestur hevur heimadyst móti ÍF sunnudagin.

[object Object]
Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur, saman við nýggja høvuðsvenjaranum (Mynd: 07 Vestur)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

42 Leygardagur 29. juni 2024

KÍ styrkir álopið

Sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamlan norðmann úr triðbestu norsku deildini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Joseph Michael Williams. Hann skal styrkja um álopið hjá føroyameistarunum.

Joseph kemur frá Arendal, sum spælir í Post Nord-Ligaen. Joseph hevur verið við í fýra dystum á norska U18 og U19 landsliðnum og yvir 130 dystir í vaksnamannadeildum herav 27 í Eliteseriuni, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Við heimasíðuna hjá KÍ sigur venjarin Espen Haug soleiðis um Joseph Michael Williams:

- Hann er ógvuliga sterkur kropsliga, dugnaligur taka ímóti bóltinum og kvikur í framrættaðum leiki. Nú gleði eg meg til at fáa hann í KÍ-hópin, har vit fara at arbeiða við at fáa útloyst hansara evnaríku eginleikar.

- Eg eri sera fegin um aftur at samstarva við Joseph M. Williams. Hann hevði longu sum 18 ára gamal sín fyrsta dyst í Eliteseriuni, og hevur roynt seg á U-landsliðum. Eg var við til at fáa hann til Gjøvik/Lyn í fjør, har hann vísti sítt máltev við 10 málum í 13 dystum, sigur Espen Haug.

Sáttmálin við Joseph er til og við 2026.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2024

43 Leygardagur 29. juni 2024

Víkingur og HB spæla seinnu hálvfinaluna 22. august

22. august verður greitt, hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið

Dómari, spælarar og venjarar á veg av vøllinum, eftir at Eiler Rasmussen hevur slitið dystin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august.

Spurningurin um, hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið skuldi verið svaraður mikukvøldið 19. juni, tá Víkingur tók ímóti HB í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu.

B36 hevði fyrr á degnum vunnið 3-0 á TB (3-1 samanlagt), og nú bíðaðu øll eftir, hvat hitt finaluliðið fór at vera.

HB vann fyrru hálvfinaluna móti Víkingi við einum máli móti ongum. So teir reyð-svørtu høvdu ein lítlan fyrimun, tá seinna hálvfinalan var sett í gongd.

Men tá ein stórur tími var spældur, valdi dómarin, Eiler Rasmussen, at slíta dystin. Vindurin var tá blivin so mikið nógvur, at tað var heilt einfalt ikki spælandi í Sarpurgerði. Støðan var tá javnleikur 1-1 (2-1 til HB samanlagt).

Sambært grein 34, stk. 2 í kappingarreglugerðini hjá Fótbóltssambandi Føroya, kann dómarin, í samráð við liðskipara, steðga dysti, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í eina tíma.

Verður dysturin ikki tikin upp aftur, eru tað umsitingin og kappingarnevndin hjá FSF, ið áseta nýggjan dyst. Og nú er greitt, at nýggjur dystur skal spælast, og tað verður hósdagin 22. august klokkan 17.30.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

44 Leygardagur 29. juni 2024

Oddaliðini gjørdu sína skyldu

Við sannførandi sigrum í 10. umfari halda Víkingur, KÍ og NSÍ rimmarfast um fremstu plássini í Betrideildini hjá kvinnum

Kvinnurnar hjá NSÍ vunnu ein ruddiligan 12-0 sigur í jóansøkudystinum móti TB/FCS/Royn (Skíggjamynd: Benjamin Tvørfoss)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er meir og meir, ið bendir á, at tað verða Víkingur, KÍ og NSÍ, sum fara at stríðast um FM heilt til tað síðsta í Betrideildini hjá kvinnum.

Tíggjunda umfar var á skránni um vikuskiftið. Ein dystur var leygardagin, tá TB/FCS/Royn tók ímóti NSÍ, meðan tríggir dystir vórðu spældir sunnudagin.

Í jóansøkudystinum vunnu runavíkskvinnur 12-0 á Eiðinum í Vági. Undir Mýruhjalla á Skála var Víkingur á vitjan, og har var heldur eingin ivi. Úrslitið gjørdist 10-0 til gestirnar, sum vóru á odda við átta málum í steðginum.

Eisini klaksvíkskvinnur gjørdu sína skyldu sum oddalið, tá tær á Svangaskarði á Toftum vunnu 2-0 á HB. Men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at málini fullu. 

Í løtuni verður graslíkið á Djúpumýru í Klaksvík skift, og tí bleiv dysturin spældur á Svangaskarði.

Fjórði dysturin í 10. umfari var á Hoyvíksvøllinum, har FC Hoyvík tók ímóti B36, sum vann 5-0.

TB/FCS/Royn - NSÍ 0-12 (0-8)
02' 0-1 Heidi Sevdal (Marjun Huneck)
05' 0-2 Rúna Olsen (Sara Lamhauge)
07' 0-3 Julia Naomi Mortensen
13' 0-4 Sara Lamhauge (Heidi Sevdal)
18' 0-5 Heidi Sevdal (Julia Naomi Mortensen)
34' 0-6 Julia Naomi Mortensen (Jonhild á Sondum)
39' 0-7 Lena Olsen (Julia Naomi Mortensen)
42' 0-8 Heidi Sevdal (Jonhild á Sondum)
56' 0-9 Julia Naomi Mortensen (Lena Olsen)
60' 0-10 Heidi Sevdal (Lena Olsen)
70' 0-11 Heidi Sevdal 
90+1' 0-12 Julia Naomi Mortensen (Evelin Mastropasqua)

Skála ÍF - Víkingur 0-10 (0-8)
01' 0-1 Jensa Tórolvsdóttir (Lea Lisberg)
02' 0-2 Jensa Tórolvsdóttir (Lea Lisberg)
21' 0-3 Mona Rasmusdóttir (Fríða Magnussen)
22' 0-4 Mona Rasmusdóttir (Fríða Magnussen)
34' 0-5 Lea Lisberg (Rakul Sørensen)
35' 0-6 Lea Lisberg (Fríða Magnussen)
41' 0-7 Jensa Tórolvsdóttir (Mona Rasmusdóttir)
43' 0-8 Anna Jørginsdóttir(Mona Rasmusdóttir)
69' 0-9 Eydna Dalheim (Rakul Sørensen)
74' 0-10 Eydna Dalheim (Mirjam Skoralíð)

KÍ - HB 2-0 (0-0)
84' 1-0 Tóra Mohr (Tórunn Joensen)
92+' 2-0 Tóra Mohr (Durita Hummeland)

FC Hoyvík - B36 0-5 (0-2)
11' 0-1 Hildur Clementsen (Rebekka Olsen)
34' 0-2 Súsanna Godtfred (Ester Ellingsgaard)
57' 0-3 Ester Ellingsgaard (Brá Zakariasardóttir)
61' 0-4 Jasmin Darvishi(Ester Ellingsgaard)
80' 0-5 Brá Zakariasardóttir (Elsa Anna Mohr)

Støðan:
Víkingur 26 stig
KÍ 25 stig
NSÍ 23 stig
HB 16 stig
B36 10 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
FC Hoyvík 4 stig
Skála ÍF 1 stig

Komandi dystur:
Leygardagur kl. 13.30: Víkingur - KÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

45 Leygardagur 29. juni 2024

Signe hevur valt sínar 22 spælarar

Hópurin móti Montenegro og Andorra úttikin. Dystirnir verða 12. og 16. juli

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

22 spælarar eru tiknir út til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, sum vera á heimavølli 12. juli og á útivølli 16. juli.

Ein nýggj verður við hesaferð. Talan er um Onnu Carolinu Brændstrup, ið spælir fyri HB Køge í Danmark. Anna Carolina er tó ikki heilt ókend í føroyskum landsliðshøpi. Hon er skrásett fyri sjey U19 dystir fyri Føroyar, og hevur skorað fýra mál.

Málverjin Óluva Allandsóttir Joensen er við aftur eftir skaða. 

Fyrri dysturin verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli, og seinni dysturin er á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.

Undan síðstu dystunum í bólkinum eru Montenegro og Grikkaland fremst við 10 stigum í part. Føroyar eru nummar 3 við trimum stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.

Signe Pries Andersen er høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum.

[object Object]Signe Pries Andersen (Mynd: FSF)

Hópurin:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

[object Object]
Nýggi A-landsliðsspælarin, Anna Carolina Brændstrup, her saman við U-19 landsliðsfeløgunum Onnu Katrinu Mikkelsen og Astrid Mittfoss (Savnsmynd: Turid Láadal Sejersdóttir/FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024

46 Leygardagur 29. juni 2024

Danmark skal spæla móti Týsklandi í kvøld

Hin áttandapartsfinalan á fyrsta degnum í knock-out umfarinum er Italia - Sveis

Kasper Schmeichel helt málið reint móti Serbia í vikuni, og Danmark fór víðari eftir tríggjar javnleikir. Risastór uppgáva er fyri framman í Dortmund klokkan 20 í kvøld (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EM fótbóltskappingin í Týsklandi er nú komin fram til áttandapartsfinalurnar. Síðstu dystirnir í innleiðandi bólkaumfarinum vórðu spældir mikudagin.

Úrslitið av bólkaspælinum gjørdist hetta.

Bólkur A
Týskland 7 stig (+6)
Sveis 5 stig (+2)
Ungarn 3 stig (-3)
Skotland 1 stig (-5)

Bólkur B
Spania 9 stig (+5)
Italia 4 stig (0)
Kroatia 2 stig (-3)
Albania 1 stig (-2)

Bólkur C
Ongland 5 stig (+1)
Danmark 3 stig (0)
Slovenia 3 stig (0)
Serbia 2 stig (-1)

Bólkur D
Eysturríki 6 stig (+2)
Frakland 5 stig (+1)
Niðurlond 4 stig (0)
Poland 1 stig (-3)

Bólkur E:
Rumenia 4 stig (+1)
Belgia 4 stig (+1)
Slovakia 4 stig  (0)
Ukraina 4 stig (-2)

Bólkur F:
Portugal 6 stig (+2)
Turkaland 6 stig (0)
Georgia 4 stig (0)
Kekkia 1 stig (-2)

Áttandapartsfinalurnar byrja í kvøld

EM hevur eina heldur løgna kappingarskipan. Tað er tann sama, ið varð nýtt til HM-endaspølini í 1986, 1990 og 1994 - áðrenn farið varð til 32 lið. Nakað av kjaki hevur verið um skipanina, sum helst burdi verið broytt. Eitt er, at ov nógv lið koma víðari í mun til luttøkutal, og man tískil millum annað fær heldur keðiligar og kanska lítið sigandi dystir í bólkaspælinum.

Eitt annað er, at tað er heldur ógreitt og tilvildarligt hvør møtir hvørjum í áttandapartsfinalunum. Tað hongur millum annað saman við, at tað eru fýra trý'arar, ið koma víðari.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Leygardagin 29. juni
17.00: Sveis - Italia
20.00: Týskland - Danmark

Sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia 

Mánadagin 1. juli
17.00: Frakland - Belgia
20.00: Portugal - Slovenia 

Týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond
20.00: Eysturríki - Turkaland

[object Object]

Fjórðingsfinalurnar verða 5. og 6. juli, hálvfinalurnar 9. og 10. juli og finalan 14. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

47 Leygardagur 29. juni 2024

Landskappingin í hondbólti almenn

Kappingarárið hjá monnum og kvinnu byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið. Hesir dystirnir vera 1. september og vikuna eftir byrjar landskappingin

Kyndil vann FM í fjør hjá kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Kappingarárið hjá monnum og kvinnum byrjar sum vant við dystunum um Lionsbikarið, har vinnarin av steypakappingini og FM í 2024 møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 1. september í Hoyvíkshøllini. Vikuna eftir byrjar landskappingin, sum koyrir til í seinasta lagi 3. og 10. mai, ávikavist í Burn og SMS deildini, hetta alt eftir hvussu nógvar finalur talan verður um.

[object Object]Hoyvíkingar vunnu FM hjá monnum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Barnahondbólturin hjá U9, U10 og U12 byrjar um mánaðarskiftið september/oktober við Heystkappingini. Leiksskráin fyri barnahondbóltin kemur út eftir summarfrítíðina.

Steypafinaluvikuskiftið 2025 liggur 21.-23. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2024

48 Leygardagur 29. juni 2024

U17-kvinnur til EM næsta summar

EM-endaspælið hjá U17 kvinnum verður í Montenegro í juli/august 2025

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er nú greitt, at U17-hondbóltskvinnurnar hjá Føroyum skulu til EM-endaspælið í juli/august 2025 í Montenegro. U17 eru gentur føddar í 2008 og 2009.

Hetta er greitt, eftir at evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur kunngjørt styrkismetingina fyri U17-kvinnur, har Føroyar er styrkismettar sum nummar 21. 24 lond luttaka í EM-endaspælinum, ovastu 20 londini sleppa beinleiðis til kappingina, meðan fýra tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping. Tá Russland, sum er styrkismett sum nummar 19, er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, sleppa Føroyar beinleiðis til endaspælið, sum verður leikt í Montenegro í juli og august í 2025.

Føroysku U17-kvinnurnar (U16 í løtuni) leiktu fyri stuttum sínar fyrstu landsdystir, har tær vóru í Íslandi og spældu tveir vinardystir. Føroyar taptu tá 25-24 og 32-23 fyri Íslandi. Næsta uppgávan verður European Open, sum byrjar 1. juli í Göteborg.

Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Noreg, Íslandi og Litava.

David Edvardsen og Tróndur Kragesteen eru venjarar hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

49 Leygardagur 29. juni 2024

Bronsu og føroykst met í longdarlopi

Tórur Mortensen hevur luttikið á DM-ugen í Herning, har longsta lop hansara var 7,45 metrar, og hetta er met

Tórur Mortensen á Oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag leyp Tórur Mortensen longdarlop á DM-ugen á torginum í Herning.

DM-ugen er tiltak, sum Dansk Idrætsforbund (DIF) skipar fyri hvørt summar, har nógvar ítróttagreinar halda teirra meistaraheiti – í ár heili 40 ítróttagreinar.

Longsta lopið hjá Tóri var 7,45 metrar, og hetta er persónligt met, bronsa í kappingini um danmarksmeistaraheitið og føroyskt met, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.

Í Føroyum hevur Tórur vant í Hvirluni, men í dag býr hann í Aarhus, og venur við Aarhus 1900.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2024

50 Leygardagur 29. juni 2024

Rógvi og Vár vunnu FM í styrkilyfting

Leygardagin varð skipað fyri FM í styrkilyfting í Havn, har 21 føroysk met vórðu sett

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vár Guriardóttir Hansen og Rógvi Sørensen blivu føroyameistarar í styrkilyfting hjá ávikavist kvinnum og monnum við FM 2024, ið Burn Íðkarar leygardagin skipaði fyri í hølunum hjá Burn Klassik í Havn.

Nógvir áskoðarar vóru møttir at heppa teim tólv styrkilyftarunum, fýra kvinnur og átta menn, sum væluppløgd settu ikki færri enn 21 føroysk met í ymsu vektklassunum, harav kvinnurnar áttu 13.

FM-vinnarin varð funnin út frá IPF-GL-poengskipanini hjá International Powerlifting Federation.

Vinnararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum vóru:

Gull: Vár Guriardóttir Hansen, Megingjørð, 81,11 stig og Rógvi Sørensen, Burn Íðkarar, 85 stig.

Silvur: Andri Dam, Burn Íðkarar, 80 stig og Elisabeth Vang, Megingjørð, 78,6 stig.

Bronsa: Tordur Sigurðsson, 79,04 og Rósa Matras Jensen, 76,67 stig.

Hjá kvinnunum settu hesar føroysk met: Elisabeth Vang 3 met (-69 kg vektflokkur), Vár Guriardóttir Hansen 4 met (-76), Rósa Matras Jensen 3 met (-84) og Rósa Christiansen 3 met (84+). Staðfestast kann, at kvinnurnar, ið kappaðust leygardagin umboða stóru framgongdina hjá kvinnunum í løtuni.

[object Object]

Hjá monnunum blivu øll fýra metini sett í -73 kg vektflokkinum: Sofus B. Jakobsen átti trý av teimum seks metunum, meðan Ari av Rana, Teitur K. Johansen og Andri Dam átti eitt í part.

Styrkilyfting er eins og vektlyfting undirhaldandi at hyggja at, tí spenningurin er altíð stórur um, hvat ið einstaki lyftarin megnar; ímóti sær sjálvum og ímóti kappingarneytunum. Styrkilyfting er 3 greinar: beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlyft). 3 royndir eru í hvørjari grein.

Danski altjóða dómarin, Ole Olsen frá Dansk Styrkeløftforbund var høvuðsdómari, hinir báðir dómararnir vóru frá FSS. Slíkar kappingar eru tøkniliga krevjandi at fyriskipa, men FSS styrkir framhaldandi arbeiðsgongdirnar, ið eru grundaðar á regugerðina hjá IPF.

Úrslit frá kappingini og føroysk met síggjast inni á heimasíðuni hjá Føroya Styrkisambandi www.fss.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2024

51 Leygardagur 29. juni 2024

Ættarliðsskifti í kappríðing

Bestu rúttararnir í seinastu kapping vóru allar kvinnur og allar ungar

Frá vinstru Ása Bárðardóttir, Silja G. Eystberg og Birna Jóanesarson (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kappríðingin við Leynavatn herfyri, vísti greið tekin um, at eitt ættarliðsskifti er á veg í kappríðingini, skrivar Føroya Ríðingarfelag. Nummar eitt, tvey og trý í tvíspor vaksin vóru allar undir 18 ár. Eisini vóru allar kvinnur, so kanska er tað eitt tekin um nýggjar tíðir. 

Tær tríggjar eru eisini sera dugnaligar og leggja nógva orku í ítróttina. Tær hava kappast nógv í tvíspor ung, men nú hava tær so tikið sigurspallin frá teimum vaksnu.

Ása Bárðardóttir, ið gjørdist nummar tvey við Leynavatn á ryssuni Silfu, er verandi føroyameistari, Silja G. Eystberg, ið kappast á hestinum Óðin, vann fyri fystu ferð hjá teimum vaksnu, tær báðar eru úr Havn, meðan Birna Jóanesarson, ið gjørdist nummar trý við hestinum Braga, er úr Saltangará. 

Nú verður bíðað í spenningi eftir teimum næstu kappingunum, um tey vaksnu megna at svara aftur, ella um hetta er eitt ættarliðskiftið ið er komið fyri at vera.

Næsta kapping verður vesturi í Vágum í morgin, sunnudagin kl 15.  

Sí eisini: Silja átti dagin við Leynavatn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2024

52 Leygardagur 29. juni 2024

Lena Joensen 100 ár

100 ára føðingardagurin hjá Lenu varð hildin hósdagin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni

 
SkrivaÐ:

Nøvn / Nes kommuna

Malena Regina f. Hansen, vanliga nevnd Lena, var fødd 27.06.1924 á Regni á Toftum. Hon var dóttir Sannu og Jacob (Nes-Jakku) Hansen. Lena varð gift við Hjalmar Svenning Joensen av Lækju á Toftum í 1942.

Hjúnini keyptu eini gomul hús á Nesi. Ætlanin var at ríva tey niður fyri at nýta stórviðin at byggja nýggj burturúr, men hetta varð av ongum, tí Hjalmar gjørdist sjúkur.

Lena og Hjalmar fingu fýra børn: Óli Jákup (Olli) føddur í 1943, Henning føddur í 1944, Sólfríða fødd í 1948 og Sigurd føddur í 1954. Øll børnini vórðu inngift í heimið hjá Lenu. Seinni eru komin 9 ommubørn, 16 langommubørn og 3 oldurommubørn.

Lena bleiv einkja í 1956, men við hjálp frá góðum svágrum og øðrum eydnaðist at byggja nýggj hús úti ímóti Heygunum. Lena og børnini fluttu inn fyrst í 1959.

Sum ung var Lena inni hjá Weihe keypmanni í Søldarfirði og lærdi bókhald. Eisini lærdi hon at seyma inni í Oyrunum.

Foreldrini Sanna og Nes-Jakku byrjaðu at handla í 1930´unum í ”Kia Pakkhúsi”. Í 1948 bygdu tey nýggjan handil, sum síðani varð kallaður Sannu´sa pakkhús (har sum Blómuhúsið er í dag). Lena hjálpti til í handlinum frá ungum árum av, og rak seinni handilin í fleiri ár saman við mammu síni. Í 1960´unum gjørdist Sanna sjúk, legði frá sær og flutti út til Lenu at búgva. Lena yvirtók nú handilin og rak hann saman við børnunum fram til 1995.

Í 1960'unum hevði Lena boðstøð eina tíð. Tað hevði við sær, at nógv fólk komu á gátt í heiminum. Lena hevur altíð verið sera tolin og hjartagóð. Við hennara lætta og fevnandi lyndi hava øll kent seg væl saman við henni, bæði heima og úti.

Lena hevur verið sera virkin í kirkju og missiónsarbeiðnum á Toftum. Lena var ein av eldsálunum m.a. í Sjómanskvinnuringinum og Streingjakórinum í Tabor. Lena var virkin partur av hesum arbeiði í yvir 30 ár, og síðani hevur hon annars verið ein dyggur stuðul. Tá ið ein nevnir Lenu, slepst ikki uttanum at nevna Mary Joensen. Mary og Lena vóru svigarinnur og gjørdust báðar ungar einkjur. Tær vóru góðar vinkonur og stuðlaðu hvørjari aðrari væl m.a. í arbeiðinum í Missiónshúsinum.

Lena flutti á Vesturskin á sumri í 2017, og har hevur hon trivist væl saman við hinum búfólkunum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu hátíðarhalda 100 ára føðingardagar. Tí er tað ein gleði at kunna kunngera, at 100 ára føðingardagurin hjá Lenu verður hildin hósdagin 27. juni í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 17.00 til 21.00. Øll eru vælkomin at heilsa uppá Lenu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2024